Lat aftur Yvirlit list articles in edition

Leygardagur 12. august 2023 | Nr. 32 | Árgangur 4 | Kr. 0,00

Árni skein sum ongin annar á Tórsvølli

SíÐa 31

1 Leygardagur 12. august 2023

Góðan lesihug og gott vikuskifti

Nýggj útgáva hvønn leygarmorgun kl. 7

Oddagrein

Hvar er stirðilin?

Tjóðveldi er komið í svára kreppu orsaka av revsitiltøkunum, sum samgongan, saman við Jenisi av Rana, samtykti at gera móti Russlandi fyrr í summar.

Tí minni enn tríggjar mánaðir eftir at hon var vald forkvinna í aðalstjórnini, minni tveir mánaðar eftir, at tiltøkini vórðu samtykt á tingi og minni enn ein mánaða eftir at landsstýrismaðurin við uttanlandsmálum, sjálvur floksformaður Tjóðveldis, hevði lýst kunngerðina, kemur forkvinnan í aðalstjórn Tjóðveldis út við fráboðan, har hon spyr um, nær revsitiltøkini skulu ógildast aftur.

Slíkur illoyalitetur mótvegis egnum flokki og egnum formanni er ikki sæddur síðan núverandi borgarstjóri í Runavíkar kommunu tók seg úr landspolitikki.

Tí at eftirmeta eina skipan, sum ikki hevur nátt at virka í ein mánaða enn, ber snøgt sagt ikki til. Tað er heilt greitt, at í hesum máli er aðalstjórnarforkvinnan ikki samd við tingmanningina, sum einmælt hevur tikið undir við revsitiltøkunum fyrr í summar. Fimm tjóðveldisfólk atkvøddu fyri uppskotinum við aðru viðgerð og fýra við triðju og endaligu viðgerð. Tilsamans vóru øll seks tingfólkini við til at atkvøða uppskotið ígjøgnum.

Í umrødda lesarabrævi staðfestir aðalstjórnarforkvinnan kaldliga teir ræðuleikar, sum Russland fremur í Ukraina, uttan at taka taka frástøðu. Hon viðurkennur krígsstøðuna, og lýsir kríggið sum eina ‘normal’-støðu, sum fer at vera galdandi í nógv ár frameftir.

Hinvegin brúkar aðalstjórnarforkvinnan tíð og høvi til at lýsa hvussu hart hennara egna heimabeiti, og her serliga Runavíkar havn og atknýtt virkir, er rakt av avgerðini um at sýta russiskum skipum, sum ikki eru partur av fiskivinnusamstarvinum atgongd til føroyska havn.

Og víst verður á, at tað nú eru onnur (granna)lond, sum gera sær dælt av, at russar ikki longur koma til Runavíkar at bunkra, proviantera og umskipa, og at revsitiltøkini tí áttu at verði ógildað.

Hetta er ein beinleiðis háðan móti floksformanni og tingfólki floksins. Hon kann hava rætt í, at skipanin skal eftirmetast, men tað skal og kann ikki henda áðrenn ein mánaður er farin, heldur ikki tveir. Og eru ynskir um at fyrireika eina slíka eftirmeting í góðari tíð, so nýtist hetta ikki at verða lagt fram sum eitt opið lesarabræv, sum ikki kann fatast øðrvísi enn eitt dygt slag yvir fingrarnar á ting- og landsstýrismanning.

Jamen, Tjóðveldi eigur uttanríkis- og vinnumálaráðharran í sitandi landsstýri. Tað er ein og sami maður, enntá formaður floksins. Hevði tað ikki sømt seg betur av kvinnuni, ið situr við ábyrgdini av floksbygnaðinum, at biðið politiska oddvita floksins at tikið stig til, sum uttanríkisráðharri, at fáa okkara grannalond at virða galdandi sanksjónir, ella harta tey fyri at gera ov lítið fyri at revsa tjóðina, ið eftir okkara fatan er tann, sum fremur brotsverkini í hesum kríggi?

Lítir hon ikki egnum formanni til at kunna megna at gera tað? Hvar er so stirðilin í Tjóðveldinum?

Tjóðveldi hevur jú tikið støðu til, hvønn part av ósemjuni millum Ukraina og Russland, Føroyar skulu stuðla. At stuðla báðum pørtum, eins og aðalstjórnarforkvinnan leggur upp til, ber ikki til. Og at taka støðu í eini ósemju sum hesari við at seta revsitiltøk í verk móti tí parti, sum fremur ágangin, vil altíð hava avleiðingar fyri onkran. Ja, í hesum føri rakar tað vinnulívið rundan um Runavíkar havn harðari enn aðra staðni í landinum.

Men er tað veruliga so, at henda vinnan ikki klárar seg uttan blóðugar russiskar ruplar? Alifyritøkan við høvuðssæti á Glyvrum megnaði tað, sjálvboðin. Hví skal vinnan í Runavík og ‘landnyðringsFøroyum’, sum mentorurin og borgarstjórin rópar tað, ikki kunna fóta sær aftur og finna aðrar marknaðir at gagnnýta? Hvar er stirðilin? 

SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

  • Blaðið

    Stovnað 2020

    Útgevari: Knassar

    Upplag: 4853

    Lisnar síður: 14795

    Dagført 10. hvørt sekund
  • Samband

    tel. 20 80 80

    [email protected]



    Ingi Samuelsen

    Redaktørur

    [email protected]

    tel. 22 22 73


  • Borgar Kristiansen

    Lýsingarráðgevi

    [email protected]

    tel. 23 66 01

2 Leygardagur 12. august 2023

Nólsoyingar gera klárt til at halda ovastevnu

Stevnan er fastur táttur á summarskránni hjá nógvum føroyingum, og um 5000 stevnugestir vóru á ovastevnu í fjør

 
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Ovastevna verður komandi vikuskifti og fyrireikararnir hava lagt eina fjølbroytta og rúgvismikla skrá fyri daganar.

Stevnan er fastur táttur á summarskránni hjá nógvum føroyingum, um 5000 stevnugestir vóru á ovastevnu í fjør. Strandferðslan ger eitt stórt arbeiði og Ternan siglir hvønn tíma frá kl 08.00 leygarmorgun til kl. 05.00 sunnumorgun. Ferðaætlanin hjá Ternuni sæst á ssl.fo.

Keiin er miðdepilin á stevnuni. Tað er á keiini, stevnan verður sett, og í ár verður tað nólsoyingurin og løgtingsmaðurin Karlot Hergeirsson, sum ber fram røðu. Á keiini er matsøla, listaframsýning, útimøti, barnaundirhald og tónleikaframførslur av ymsum slagi. Har er tjaldið við tónleiki, dansi og ølsølu. Tá farið er at skýma verður felagssangur, eisini á keiini. Nógvu bátarnir, sum liggja á víkini, eru eisini við til at skapa ein serligan ovastevnudám. Hóast tað mesta fer fram á keiini, kann sigast at tað er lív í allastaðni. Tiltøkini fyri børn eru við fótbóltsvøllin á Mýrini og á frálíka sandinum á Malarenda. Børnini kunnu leita eftir krabbum, tey kunnu eisini vassa ella svimja á sjónum, tey kunna fara á barnabasar og annars spæla frítt. Forvitnisliga bygdasavnið við Brunn hevur opið, í kirkjuni verða nógvar konsertir, andakt og guðstænasta, undir Botnagarði verður kórsangur, handilin í bygdini hevur opið, kafé verður í Avhaldshúsinum og heimavirkið letur dyrnar upp. Í Royndarhúsinum er kabarett, á flakavirkinum er sangleikur. Út á kvøldið er dansur í Royndarhúsinum og føroyskur dansur í Avhaldshúsinum. Hetta er bara ein partur av øllum tí tú kanst uppliva um vikuskifti í Nólsoy, og sum skilst er heilt víst okkurt til øll.

Nevndin, sum skipar fyri ovastevnuni, hevur lagt dent á, at stevnan skal vera fyri alla familjuna, og tiltøkini so vítt møguligt skulu vera ókeypis. Hetta ber millum annað til, tí flest øll fólk í Nólsoy taka lógvatak saman um at fáa hetta at bera til. Ein rúgva av sjálvbodnum fólkum eru í sving alt vikuskifti, og her er talan um bæði stórar og smáar uppgávur.

Stevnan til minnis um Ova Joensen, hevur knapt 30 ár á baki og hvørt ár gleðir bygdafólki seg til stevnuna.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 10. august 2023

3 Leygardagur 12. august 2023

Samkyndur prestur: Fólk melda seg inn í fólkakirkjuna og onnur melda seg út

Herfyri var ein samkyndur prestur settur í starv í Hoyvíkar kirkju. Bispur sigur seg fegnast um, at tíðin er farin tá samkynd máttu flyta í onnur lond fyri at fáa eitt nøktandi lív

Jógvan Fríðriksson, bispur (Mynd: Jens Kr. Vang)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Føroyska Frihedsbrevet hevur hesa vikuna skrivað um ósemjurnar millum konservativu prestarnar og liberalu prestarnar í Fólkakirkjuni.

Í poddvarpinum við heitinum Frí Mikrofon, verður prátað við bisp um millum annað, at ein samkyndur prestur er settur í Hoyvíkar kirkju.

Tað er bispur, sum hevur sett prestin.

[object Object]

- Eg spyrji meg sjálvan, hvør er ikki verdugur at prædika? Hvønn vilja vit ikki hava við til himmals? Er tað eg, sum skal avgera tað?”, spyr bispur og vísir á, at hann fegnast um, at tíðin er farin, tá ið samkynd máttu flyta í onnur lond fyri at fáa eitt nøktandi lív, sigur Jógvan Fríðriksson við Frihedsbrevet.

- Tað eru fólk, sum melda seg inn tí vit hava fingið ein samkyndan prest, og tað eru eisini onnur sum melda seg út, sigur Jógvan Fríðriksson.

- Fólkakirkjan er ein partur av samfelagnum. Vit hava §266b, vit hava ein samfelagsligan veruleika, og kirkjan noyðist at finna sítt fótafesti í 2023. Ella er einasta alternativið at lata hurðarnar aftur og draga gardinurnar fyri, sigur Jógvan Fríðriksson. 

Frí Mikrofon hjá Frihedsbrevet kann hoyrast við haldi her

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 10. august 2023

4 Leygardagur 12. august 2023

Fyriskiparar fegnir um móttøkuna í ár

Tað er við gleði og eyðmýkt, at farið verður undir at fyriskipa nýggjan festival næsta ár, siga fyriskiparar av Summar Festivalinum, sum boða frá, at næsti festivalurin verður hildin 8. - 10. august 2024

(Mynd: Jens Kr. Vang)
SkrivaÐ:

Alda Nielsdóttir

Tað er við gleði og eyðmýkt, at farið verður undir at fyriskipa nýggjan festival næsta ár, siga fyriskiparar av Summar Festivalinum, nú ársins festivalur er liðugur.

– Hetta var ein av bestu festivalum, sum hava verið hildnir. Konsertirnar vóru góðar, veðrið spældi við, og nógv fólk hugnaðu sær. Framførslur á hesum festivali fara at standa eftir sum stórar og minniligar løtur.

Økið á Vágsbø var eitt vet minni, nú mentanarhús verður bygt, og var talið á gestum tí avmarkað nakað í ár. Sambært fyriskiparunum vóru uml. 8.000 fólk á festivalinum.

Næsti Summar Festivalurin verður í døgunum 8. til 10. august, siga fyriskipararnir, sum eru sera fegnir um móttøkuna, sum ársins festivalur fekk.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 06. august 2023

5

Størv

Samskiftisráðgevi til Vinnuhúsið

Meira Umsóknarfreist: 16. desember 2024

Djóralækni

Meira Umsóknarfreist: 08. desember 2024

Kundaráðgevi til Betri Pensjón

Meira Umsóknarfreist: 05. januar 2025

Seniorrådgivare till Generalsekreterarens kontor vid Nordiska ministerrådets sekretariat i Köpenhamn

Meira Umsóknarfreist: 15. desember 2024

Musikkskúlaskipanin søkir eftir lærara

Meira Umsóknarfreist: 19. desember 2024

Deildarleiðari til heimatænastuna í Roðanum

Meira Umsóknarfreist: 15. desember 2024

Heilsuskúli Føroya søkir eftir sjúkrarøktarfrøðingi ella samsvarandi

Meira Umsóknarfreist: 30. desember 2024

Løgfrøðingur til Fiskivinnu- og samferðslumálaráðið

Meira Umsóknarfreist: 01. januar 2025

Landmátingsteknikari til Munin

Meira Umsóknarfreist: 10. desember 2024

Ergoterapeutur til Økistænastuna í Sandoyar Sýslu

Meira Umsóknarfreist: 23. desember 2024

Tannrøktari ella klinikkatstøðingur til Boyla

Meira Umsóknarfreist: 30. desember 2024

Programmsamskipari til Landssjúkrahúsið

Meira Umsóknarfreist: 12. desember 2024
6
Leygardagur 12. august 2023

Føroysk aliljós lýsa í aliringum kring heimin

GroAqua hevur tikið seg nógv fram á altjóða marknaðinum seinastu árini, og útflutningurin av tøkniligum vørum, ið verða mentar á Kambsdali, er støðugt vaksandi

 
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Føroyska fyritøkan GroAqua, ið hevur høvuðssæti á Kambsdali, hevur rakt ein týðandi varða í søluni av føroysku tøkniloysnum til altjóða marknaðin. Felagið hevur síðstu trý árini framleitt 3000 LED undirvatnsljós, sum lýsa í aliringum í Føroyum, Íslandi, Norra, Skotlandi og Kanada.

GroAqua hevur tikið seg nógv fram á altjóða marknaðinum seinastu árini, og útflutningurin av tøkniligum vørum, ið verða mentar á Kambsdali, er støðugt vaksandi. Sterktbygda 400 watt aliljósið, ið er ment til harðbalna føroyska veðurlagið, kom út á marknaðin fyri 3 árum síðan og hevur verið væl móttikið av alarum kring heimin.

Fyrra hálvár stóð sølan uttanfyri Føroyar fyri 73% av samlaða umsetninginum hjá GroAqua, og hetta væntast at verða áleið 75-80% av umsetninginum fyri alt árið.

- Hetta er ein týðandi varði á leiðini at gerast fremsti veitari av burðardyggum tøkniloysnum til altjóða alivinnuna, sigur Leif Johannesen, leiðari á menningardeildini hjá GroAqua. Hetta fevnir eitt nú um ljós, KT skipanir, kamera, sensorar og aðrar loysnir til alibrúk á bæði landi og sjógvi.

GroAqua leggur stóran dent á burðardygd og innovatión í sínum árligum íløgum innan vørumenning. Hvørt ár brúkar fyritøkan fleiri milliónir til menning av loysnum, sum hjálpa alarum við burðardyggari aling.

Undirvatnsljós hava stóran týdning fyri aling av laksi. Við at stýra ljósinum í einum aliringi ber til at útseta kynsbúning hjá laksi og harvið tryggja bestu góðsku á fiskinum.

GroAqua hevur høvuðssæti á Kambsdali umframt deildir í Skotlandi, Pólandi og í Danmark. 75 fólk starvast í samtakinum.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 09. august 2023

7 Leygardagur 12. august 2023

Tvey føroysk gullbrúðarpør við familju á Mallorca - og á sama hotelli

Av tilvild hátíðarhalda tvey gullbrúðarpør við familju stóra dagin

Ingolf og Sólfríð Heinesen høvdu stóra dagin 5. august og eru tey 41 fólk í familjuni
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Av tilvild fóru tvey gullbrúðarpør við familju til Mallorca at hátíðarhalda stóra dagin saman við familjuni. Báðar familjurnar eru á sama hotelli og eru tilsamans 68 fólk.

Ingolf og Sólfríð Heinesen høvdu stóra dagin 5. august og eru tey 41 fólk í familjuni.

Lars og Anna Djurhuus høvdu stóra dagin 10. august og eru tey 27 fólk.

Báðar familjurnar merkjast væl aftur á hotellinum og øll á staðnum halda tað vera stuttligt, at tað ber til at samla so nógv fólk samstundis sum familja.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 11. august 2023

8 Leygardagur 12. august 2023

Talgildu Føroyar ávara um phishing álop

Nógv hava fingið SMS boð, sum biðja um persónligar upplýsingar. Trýst ikki á leinkið, eru ráðini

 
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

Nógvir føroyingar hava fingið SMS boð sendandi frá útlendskum numrum, har tey verða biðin um at trýsta á eitt leinki fyri at virkja bankakontu sína.

Nú ávara Talgildu Føroyar um, at talan er um eitt sokallað phishing álop, og heita á tey, sum fáa slík boð um ikki at trýsta á leinkið.

Leinkið sjálvt líkist tí hjá Samleikanum ella BankNordik, men tá hugt verður nærri sæst, at hetta ikki er samleikin.fo, og tú verður sendur til eina fremmanda síðu, ið biður um persónsupplýsingar.

Les meira hjá Talgildu Føroyum

Starvsfólk á Talgildu Føroyum og KT Trygd á Gjaldstovuni arbeiða við at steðga SMS boðunum. Einki trygdarbrot er framt á Samleikan, og tú kanst trygt brúka Samleikan til at innrita í netbankan, skriva Talgildu Føroyar.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 09. august 2023

9 Leygardagur 12. august 2023

Virkin framsóknarkvinna í farloyvi

Hon hevur stillað upp til løgtingsval sjey ferðir, og saman við øðrum var hon í 2011 við til at stovna nýggja flokkin, Framsókn

(Mynd: Jens Kr. Vang)
SkrivaÐ:

Valúrslit.fo

Tað er ein virkin politikari, sum nú fer í farloyvi úr Løgtinginum. Hanna Jensen boðaði í farnu viku frá, at hon fer í farloyvi.

49 ára gamla Hanna Jensen hevur stillað upp til løgtingsval sjey ferðir. Fyrstu ferð var í 2002. Hanna Jensen stillaði fyrstu tríggjar ferðirnar upp fyri Fólkaflokkin, í 2002, 2004 og 2008. Saman við øðrum var hon við til at stovna nýggja flokkin, Framsókn í 2011.

Síðani tá hevur hon umboðað Framsókn. Besta persónliga løgtingsvalið fekk hon í 2011, tá ið hon fekk 210 persónligar atkvøður

Hon er einaferð vald á Føroya løgting, tað var í 2015.  Í 2019 var hon eitt skifti landsstýriskvinna í skúlamálum

Hanna Jensen hevur eisini fleiri ferðir stillað upp til fólkatingsval og kommunuval. Hon hevur stillað upp fimm ferðir til fólkatingsval og kommunuval. Síðani 2008 hevur hon verið býráðslimur í Eysturkommunu.

Hanna Jensen er rektari á Miðnámi á Kambsdali og hevur útbúgving innan føroyskt og franskt mál og bókmentir.

Tað verður Árni Matras Dam, sum fer at røkja tingsessin hjá Honnu komandi tíðina.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 09. august 2023

10 Leygardagur 12. august 2023

Løgreglan kannar tvey harðskapsmál í Klaksvík

Talan er um eina hending á festivaløkinum, og eina á einum privatum bústaði

(Savnsmynd: Jens Kr. Vang)
SkrivaÐ:

Alda Nielsdóttir

Sunnunáttina fekk løgreglan tvær fráboðanir um harðskap í sambandi við Summarfestivalin í Klaksvík.

Tann eina hendingin var á festivaløkinum, og hin var á einum privatum bústaði í Klaksvík.

Í einum føri vóru sjónligir skaðar, sigur vaktleiðarin á løgreglustøðini í Havn, sum ikki kann úttala seg meira um málini, tí at løgreglan enn manglar at avhoyra fólk.

Leygarnáttina vóru eisini tvey harðskapsmál í sambandi við Summarfestivalin. Les meira her.

Løgreglan hevur eisini í fleiri førum hjálpt fólki, sum hava fingið ov nógv niðurum í nátt. Í onkrum føri varð tað loyst við, at familjan kom eftir viðkomandi, og eisini er sjúkrabilur sendur eftir onkrum. Onkrar fráboðanir eru komnar frá samarittunum, og  skulu teir hava eina tøkk, sigur vaktleiðarin.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 06. august 2023

11 Leygardagur 12. august 2023

Strandferðslan útsetir at skifta hjálpimotorar á Smyrli til komandi ár

Strandferðslan boðar frá, at Smyril fer at sigla sum vanligt í heyst

(Savnsmynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Alda Nielsdóttir

– Tað gleðir okkum at kunna boða frá, at Smyril fer at sigla sum vanligt í heyst, sigur Niels Juel Arge, stjóri á Strandferðsluni.

Strandferðslan boðaði fyri løtu síðani frá at tað eftir at tríggir av fýra hjálpimotorum á Smyrli eru blivnir høvuðsumvældir, ber til at útseta ísetingina av teimum báðum nýggju hjálpimotorunum til komandi ár.

Fyri einum ári síðani varð mett, at tað kundi gerast neyðugt við tveimum nýggjum hjálpimotorum skjótast gjørligt. Framleiðslu- og latingartíðin er umleið eitt ár, og tí bílegði Strandferðslan tá tveir nýggjar motorar frá finsku verksmiðjuni Wärtsilä.

Nýggju hjálpimotorarnir koma til landið fyrsta dagin og verða settir á goymslu, inntil teir eftir ætlan komandi ár verða tiknir fram aftur at seta í Smyril, skrivar Strandferðslan.

Smyril hevur íalt fýra hjálpimotorar, eisini nevndir ljósmotorar, sum framleiða ravmagn til ymiska orkunýtslu umborð á skipinum og til bóvskrúvurnar, tvs síðurskrúvurnar har frammi.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 07. august 2023

12 Leygardagur 12. august 2023

Brad Pitt møguliga í Runavík

Hann eigur íbúð á The World, og var umborð tá skipið vitjaði Nordfjord í Noreg fyrr í vikuni

(Mynd: Runavíkar Havn)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Amerikanska filmstjørnan Brad Pitt eigur íbúð á ferðamannaskipinum The World, sum liggur í Runavík. Norskir miðlar skrivaðu fyrr í vikuni, at hann var umborð tá skipið vitjaði í Nordfjord hósdagin.

Í Nordfjord skal Brad Pitt hava vitjað ymisk støð.

VP skrivar, at um Brad Pitt veruliga er umborð ella ikki, ber ikki til at fáa uppspurt.

- Men sæst ein fremmandur maður spáka í Runavík ella har á leiðini, sum líkist Brad Pitt, so er tað sannlíkt hann, skrivar VP.

The World hevur 165 íbúðir og ferðafólkini eiga tær.

Ferðamannaskipið The World lá við bryggju í Runavík til mánakvøldið.

[object Object]Brad Pitt (Savnsmynd: EPA)

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 06. august 2023

13 Leygardagur 12. august 2023

Til millummála við Sonju drotning

Norska drotningin er í hesum døgum á privatari vitjan í Føroyum, tó hevði hon í gjár stundir til ein millummála saman við m.ø. løgmanni og borgarstjóranum í Havn

 
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Tórshavnar kommuna: Sonja drotning vitjaði seinast í Føroyum í 2014. Tá var ein stórur partur av vitjanini privatur. Almenni parturin av vitjanini vardi bert ein dag. Síðan vitjaði Sonja drotning m.a. í Kirkjubø og á Listasavninum, umframt at hon vitjaði 10 bygdir og býir.

Tá var tað soleiðis, at Heðin Mortensen, borgarstjóri í Havn, var gestur hjá býarstýrinum í Oslo undir 200 ára haldinum fyri norsku grundlógini í maimánaði sama ár. Tá fekk hann boðini um, at drotningin kom til Føroya at vitja seinni sama ár.

Nú vitjar drottning Sonja so aftur við kongaskipinum, sum liggur við Skansabryggjuna í Havn. Hesaferð er talan um privata vitjan, tó so hevði drotningin stundir til ein millummála saman við m.ø. løgmanni og borgarstjóranum í Havn.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 07. august 2023

14 Leygardagur 12. august 2023

Upptøkuroyndir til nýggja politiska spenningsrøð

Torfinnur Jákupsson sum var høvundur handan krimirøðina Trom, er nú í holt við nýggja røð

 
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Nýggja føroyska filmsframleiðslufelagið GRÓ Studios leitar nú eftir leikarum til nýggju politisku spenningsrøðina Tinganes.

Torfinnur Jákupsson er upphavsmaður og høvundur handan røðina, sum tekur sín íblástur frá politisku samtíðarskaldsøguni “Vit, Føroya Fólk” eftir Bjørk Mariu Kunoy. Hetta er næsta føroyska røðin hjá Torfinni, sum eisini er upphavsmaður og høvundur handan nú altjóða viðurkendu og virðisløntu krimirøðina TROM. 

Talan er um fjølbroyttar leiklutir, bæði føroyskar og útlendskar, í øllum aldursbólkum. Tað er ikki eitt krav at hava royndir sum leikari fyri at bjóða seg fram.

Øll áhugað eru vælkomin at senda ein teldupost til [email protected] við yvirskriftini Tinganes Casting, eini mynd og stuttari frágreiðing um seg sjálva/n, harímillum navn og aldur.

Síðani fær ein nærri upplýsingar um fyrstu upptøkuroyndirnar, sum vera seinni í ár.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 07. august 2023

15 Leygardagur 12. august 2023

- Politiið kann ikki koma við fleiri viðmerkingum

Kunningarskriv til fjølmiðlarnar

 
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Løgreglan hevur nú sent út kunningarskriv um hendingina í Leirvík mánadagin og týsnáttina. Skrivið er soljóðandi: 

Føroya Politi fær nógvar spurningar frá fjølmiðlunum um, hví so nógvir politistar vóru til staðar í Leirvík í gjárkvøldið og í nátt. Tað einasta, politiið kann upplýsa í hesum málinum, er, at hetta var í sambandi við eina fráboðan, sum politiið fekk í gjárkvøldið kl. 2038. 

Tamarhald fekst skjótt á støðuni, og hendingin var av tíðliga í morgun. Politiið kann ikki koma við fleiri viðmerkingum til málið.

Jóannes J Østerø, politikommisær

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 08. august 2023

16
Leygardagur 12. august 2023

Hámarkið hækkað upp í 6.000 tons

Landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum hevur gjørt av at hækka hámarkið, sum hvørt skip kann fiska av felags makrelkvotuni

(Savnsmynd)
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Dennis Holm, landsstýrismaður, hevur gjørt av at hækka hámarkið, sum hvørt skip kann fiska av felags makrelkvotuni sambært § 18 a í makrelkunngerðini. Hámarkið verður hækkað úr 4.500 tonsum upp í 6.000 tons.

Sambært makrelkunngerðini kann landsstýrismaðurin, um líkindi eru fyri, at tann flutta kvotan ikki verður fullnýtt, broyta ella taka burtur hámarkið.

Við støði í skrásettari veiðinøgd higartil av fluttu makrelkvotuni tilsamans og fyri hvørt skipið sær, og samanhildið við, hvat skip hava eftir at fiska av teirra egnu kvotum, og at vertíðin fyri makrelfiskiskapin í føroyskum og altjóða sjógvi fer at halla, er niðurstøða gjørd um, at líkindi eru fyri, at tann flutta kvotan ikki verður fullnýtt.

Tískil hevur Dennis Holm, landsstýrismaður, tikið avgerð um at hækka hámarkið, sum er ásett í § 18 a, stk. 2 í makrelkunngerðini úr 4.500 tonsum upp í 6.000 tons.

Broytingin fær gildi beinanvegin.

Fiskivinnu- og samferðslumálaráðið

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 07. august 2023

17
Leygardagur 12. august 2023

Emerald komin aftur av royndartúrinum

Nýggjasta skipið í føroyska flotanum kom á Havnina, eftir at skipið hevur verið royndartúr eystanfyri Føroyar

Emerald koma Havnina týskvøldið (Mynd: Kiran Jóanesarson)
SkrivaÐ:

Kiran Jóanesarson

Nýggjasta skipið í føroyska flotanum, verksmiðjutrolarin Emerald, kom týskvøldið aftur á Havnina, eftir at skipið hevur verið royndartúr eystanfyri í føroyskum sjógvi.

Emerald er við sínum 88 metrum í longd og yvir 18 metrum í breidd, eitt tað størsta skipið av sínum slag. Samstundis er Emerald eisini ein tann framkomnasti trolarin av sínum slag í heiminum.

Tað var sunnudagin at Emerald loysti av Havnini og fór royndartúr, sum hevur eyndast væl.

Jákup Joensen, sum er annar av skiparunum umborð, upplýsir, at royndartúrurin eydnaðist væl tó eru onkrar broytingar, sum skulu gerast, og sum er heilt vanligt tá ið nýggj skip gera slíkar royndartúrar.

Emerald verður liggjandi í eini 10-14 dagar aftrat, og síðani fer trolarin, sum fyrst og fremst skal fiska rækjur, til fiskiskap.

Emerald hevur trý rækjuloyvir. Emerald kann fiska rækjur í altjóða sjógvi í Barentshavinum, og í norskum sjógvi.

Umframt hetta, hevur Emerald eisini 149 dagar við Svaldbard umframt at skipið eisini hevur 1.409 tons av rækjum í russiskum sjógvi.

Emerald kostaði umleið 400 milliónir krónur, og er bygdur á Tersan Skipasmiðjuni í Turkalandi. Skipið kom til Føroyar fyri fyrstu ferð tann 13. juli.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 08. august 2023

18 Leygardagur 12. august 2023

Fekk skaða í illveðri – umvælast á Mest

Stuttleikajáttin Compass Rose er 50 metrar long og 12 metrar breið

(Mynd: Mest / Richard Mortensen)
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Ymiskar eru uppgávurnar, sum verða loystar á skipasmiðjuni MEST. Mánakvøldið um 19 tíðina kom stóra amerikanska stuttleika játtin “Compass Rose á Havnina fyri at fáa gjørt umvælingar á MEST.

Compass Rose, sum er slakar 50 metrar long og 12 metrar breið, var ávegis til Íslands úr USA tá illveður kom á tey. Stóra stutteika játtin fekk skaða á skrokkin í illveðrinum og avgjørdi at koma til Føroyar at fáa umvælt skaðan hjá Mest.  

Stuttleikajáttin siglir undir Jamaika flaggi. 

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 08. august 2023

19 Leygardagur 12. august 2023

Skeltir sett upp á Kaldbaksvegnum: Ikki loyvt at steðga

Hóast skeltir eru komin upp, verður tað ikki virt

(Mynd: Birgir Waag Høgnesen)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Í fleiri vikur hava trupulleikar verið av bilum framvið Kaldbaksvegnum. Orsøkin er at fólk steðga á at hyggja eftir døglingum.

Tað hevur ikki verið ólógligt at steðga á landsvegnum, men nú eru skeltir komin upp, sum siga, at tað ikki er loyvt at steðga har.

Løgreglan hevur í fleiri umførum gjørt vart við, at tað kann vera vandamikið at steðga á strekkinum, og tí ferðin er so høg hjá bilum sum koyra framvið.

Hóast skeltini eru komin upp, vísa myndirnar niðanfyri, at tey ikki verða vird.

Døglingarnir eru hugtakandi at hyggja at, og tað ber framvegis til at síggja teir. Nú verða fólk bara noydd at fara yvir um fjørðin, har munandi minni ferðsla er.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 10. august 2023

20 Leygardagur 12. august 2023

Føroyskir ungdómar í føðingardag hjá prinsinum

Christian prinsur fyllir 18 ár 15. oktober. Í tí sambandi verða 200 ung úr øllum ríkisfelagskapinum bjóðað - eisini úr Føroyum

(Mynd: Kongshúsið)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Sunnudagin 15. oktober fyllir Christian prinsur 18 ár. Hetta verður millum annað hátíðarhildið við einum galladøgurða á Christianborg Slotti, sum Margreta drotning skiparfyri.

Við til døgurðan verða umboð fyri fleiri av ungdómsfelagsskapum og ung sum hava gjørt vart við seg innan ítrótt og mentan. Eisini fer Kongshúsið í samstarvi við kommunurnar í ríkisfelagsskapinum, at bjóða ungdómi til hátíðarhaldið.

Kommunurnar fáa møguleika at velja tvey 18 ára gomlu at luttaka, og úr Føroyum og Grønlandi luttaka tvey ung hvør.

[object Object]Christian prinsur á Føroyavitjan í 2018. Í oktober fyllir hann 18 ár (Mynd: Sverri Egholm)

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 08. august 2023

21 Leygardagur 12. august 2023

- At luttaka á heimsjamboree sum skóti er “ein uppliving fyri lívið”

Tað kunnu hundratals føroyingar taka undir við, ið hava havt gleðina av at luttaka á einum slíkum stórum altjóða tiltaki. Í løtuni bíða føroysku skótarnir í Seoul eftir at ódnin Khanum skal raka seinni í dag

(Mynd av Instagram)
SkrivaÐ:

Innsent

Í løtuni eru 33 skótar í aldrinum 14 til 17 ár, umframt leiðarar og hjálparfólk á jamboree í Suðurkorea.

Føroysku skótarnir í Korea, hava upplivað eina heimsjamboree, ið seint verður gloymd.

Síðani fyrsta heimsjamboreein varð hildin í London í 1920, er tað ongantíð fyrr hent, at ein jamboree er endað fyri tíð. Men týskvøldið blivu allir 45.000 skótarnir fluttir av leguøkinum, tí melduródnin Khanum hevur sett kós móti Suðurkorea, og tí er ikki ráðiligt at tjalda.

Allir skótarnir eru nú hýstir aðrastaðni. Flestu í Seoul, har føroyska ferðalagið eisini er.

Flutt á hotell, sum ikki er liðugt

Vit búgva á einum nýggjum hotelli, ið ikki er tikið í nýtslu enn, so tað eru ongar sengur á kømurunum. Vit eru 4-6 á hvørjum kamari og har er gott at vera, tí her er aircondition og teir hentleikar okkum tørvar. Jamboreein heldur fram her í Seoul í øðrum líki, har vit hugna okkum saman við øðrum skótum.

Í dag eru vit biðin um at halda okkum innandura á hotellinum, tí tað verður væntandi uml kl. 17 at ódnin Khanum kemur hendanveg. Tað svarar til kl 9, føroyska tíð. Vit fara at fylgja við ódnini av 17. og 19. hædd á hotellinum. Vit kunnu vænta sera nógv regn. Vit hava keypt mat inn og hugna okkum inni í dag.

Í morgin verður stóra endaceremoniin, sum er flutt til Seoul world cup stadion, har ein dystur er fluttur, so skótarnir fáa hitst aftur til endabrakið. Síðani seta skótarnir kósina heimaftur til øll heimsins lond, við ryggsekkinum fullum av spennandi upplivingum.

Vit eru sera spent til endahátíðarhaldið, og í gjár fingu vit boðini, at heimskendi koreanski bólkurin BTS kemur at framføra fyri okkum.

Av størstu upplivingum

Skótarnir eru á einum máli um, at hendan upplivingin er ein av teimum allarstórstu.

“Eg fari nokk altíð at minnast setanina av jamboreeini. Tað var ordiliga flott. Eisini havi eg havt tað ordiliga stuttligt saman við mínum vinum, og so havi eg tosað við skótar úr øllum heiminum”  

Jóhannes Jørmundsson, 14 ár.


“Eg haldi at legan var heilt fantastisk! Tað var ótrúliga positivt at uppliva hvussu fitt og innbjóðandi øll vóru. Eg elskaði eitt nú “culture day”, har ið allir skótabólkar vístu ymiskt fram frá sínari mentan. Nógv høvdu tjóðarbúnar við og tað var so flott at síggja. Serliga legði eg merki til hvussu flott klæðini úr Malaisia vóru. Á indiska leguøkinum fingu vit henna tatoveringar, og hjá Egyptalandi lærdu vit at skriva okkara navn við hieroglyffum. 

At síggja hvussu ymisku londini høvdu innrættað sítt leguøki var eisini hugtakandi. Nøkur dugdu sera væl at skapa hugna og øll bjóðaðu okkum inn á teirra øki til eitt prát. 

 Øll tosaðu við hvønn annan, og vóru “við uppá tað”, so sjálvt um onkur eru smæðin, so komu skótar yvir og spurdu um tú vildi bíta um merkir, skótaturriklæði ella luttaka í teirra spølum og aktivitetum. So tað var lætt hjá øllum at hitta fólki.

Mær dámar eisini so væl at royna ymiskan mat, so eitt av tí ið mær dámdi væl var at fara inn á “food court”, har nógv av luttakandi londunum høvdu ein bás, har tey seldu mat úr egnum landi. Tað var so lekkurt, og har royndi eg ymiskt. 

Nú er jamboreein flutt til Seoul, og her hava vit tað eisini gott. Hæddarpunktið var tá vit fóru á kareokebar hin dagin. Tað var ordiliga stuttlig. Eisini var tað eitt gott legubál, ið vit høvdu í gjárkvøldi saman við dønum, normonnum, Australiarum og eysturríkarum”

Ronja Ji Súnadóttir, 17 ár.

Føroysku skótarnir verða aftur í Føroyum 15. august

Við skótakvøðu

Instagram-vanganum hjá føroyska ferðalagnum ber til at síggja myndir úr Seoul)

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 10. august 2023

22 Leygardagur 12. august 2023

Atlantic Airways tillagar fráferðirnar til New York

– Vit hava verið noydd at tillaga flúgvingina og taka harvið tveir teir seinastu túrarnar av skránni soleiðis, at vit flúgva fimm ferðir til New York í heyst, sigur Jóhanna á Bergi, stjóri í Atlantic Airways

(Savnsmynd)
SkrivaÐ:

Alda Nielsdóttir

Fremsta endamálið hjá Atlantic Airways er at knýta Føroyar nærri umheiminum, og í ár ber til at flúgva til meira enn 10 ymisk ferðamál í Evropa beinleiðis úr Føroyum. Seinni hendan mánaðin fer eisini at bera til at ferðast vestur um hav við føroyska tjóðarfelagnum, tá farið verður undir beinleiðis flúgvingina til New York.

Tilgongdin at sleppa at flúgva beinleiðis úr Føroyum til New York hevur verið sera drúgv. Nógv ymisk loyvi skulu til, og nógv krøv skulu uppfyllast, og tekur hetta sera langa tíð at fáa upp á pláss. Harafturat fingu ætlanirnar um beinleiðis flúgving til USA eitt skot fyri bógvin, tá koronufarsóttin legði mestsum alla flogferðslu í heiminum lamna í langa tíð.

- Í hesum umfarinum komu endaligu loyvini ikki undir land fyrr enn í mai mánað í ár. Hóast hetta var heldur seint, tá hugsað verður um sølutíðarskeið við fyrstu flogferð longu tríggjar mánaðir seinni. Vit valdu tó at seta sjey ferðir aftur og fram til sølu. Áhugin fyri sjálvari flúgvingini úr Føroyum til New York hevur annars verið sera stórur, men tíverri vísir tað seg ikki at vera grundarlag fyri øllum sjey túrunum, so vit hava verið noydd at tillaga flúgvingina og taka harvið tveir teir seinastu túrarnar av skránni soleiðis, at vit flúgva fimm ferðir til New York í heyst, sigur Jóhanna á Bergi, stjóri í Atlantic Airways, sum leggur afturat, at orsøkirnar til, at sølan ikki hevur gingið sum vónað, helst eru nógvar.

- Av tí at endaligu loyvini komu so seint, komu túrarnir seint til sølu, og tá hava fólk longu lagt aðrar ætlanir fyri summarið og heystið. Eisini høvdu vit júst um sama mundið, sum New York rutan varð sett til sølu, selt meira enn 10 full flogfør til Berlin, og tað hevur heilt víst eisini havt sína ávirkan, sigur hon, men leggur tó dent á, at USA er ein sera spennandi marknaður, sum fer at taka tíð at byggja upp, og ætlanin er at flúgva beinleiðis til New York eisini næsta heyst.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 10. august 2023

23 Leygardagur 12. august 2023

Grannarnir økja um stuðulin til varandi orku

Bretska stjórnin hevur avgjørt at økja um stuðulin til nýggjar sól- og vindorkuverkætlanir

 
SkrivaÐ:

Jan Müller

Talan er um at lata 250 mió. kr. aftrat í stuðuli til menning av varandi orkukeldum so sum vind- og sólorku. Endamálið við hesum almenna stuðlinum er at fáa íleggjarar til at gera íløgur í grønu bretsku orkuframtíðina sigur Grans Shapps, orkutrygdarráðharri í bretsku stjórnini. Peningurin er partur av almennu stuðulskipanini nevnd «Contracts for Difference» (CfD),  ið higartil hevur eitt budgett uppá 3 mia. kr.

Ein høvuðsorsøkin til at bretska stjórnin leggur so stóra herðslu á at stuðla menningini av varandi orku er framtíðar orkutrygdin. Mett verður at Bretland framhaldandi fer at innflyta orku, og tað ger landið viðbrekið. Bretland vil tí vera meira sjálvsveitandi við orku sum heild, og tí hevur stjórnin lagt herðslu á bæði at skunda undir nýtt olju- og gassvirksemi umframt varandi orkukeldur so sum vind og sól.

Óttin er stórur fyri, at Bretland bráddliga skal standa og mangla orku ikki minst í eini kreppustøðu so sum henni við russisku innrásini í Ukraina, sigur varaforsætisráðharrin Oliver Dowden í eini pressufráboðan nú um  dagarnar.

Oliver Dowdon fer hósdagin at tendra fyri fyrstu vindmylluni í heimsins størstu vindmylnulund á Dogger Bank, sum norska Equinor m.a. stendur fyri.

Bretland hevur síðani 2014 lagt seg eftir at fíggja tiltøk við varandi orku og hevur latið sáttmálar til 52 verkætlanir í Skotlandi higartil.  

Kelda: Energy Voice

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 06. august 2023

24 Leygardagur 12. august 2023

Helvtin av elframleiðsluni fyrra hálvár var grøn orka

Eftirspurningurin eftir elorku fyrra hálvár 2023 øktist góð 7% og kom upp á 224 GWt. Grøna elorkuframleiðslan øktist góð 20% í mun til fyrra hálvár í fjør, og kom upp á 112 GWt.

(Savnsmynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Aðruhvørja ferð, tú løddi telefonina ella kókaði ketilin var streymurin framleiddur úr burðardyggum orkukeldum.

Grøna elorkuframleiðslan var 50% av samlaðu framleiðsluni. Vindorkan gav smá 26%, sum er dupult so nógv sum sama tíðarskeið í fjør, og vatnorkan veitti góð 23%, sum er minni enn í fjør. Biogass og sólorka stóðu tilsamans fyri einum lítlum prosenti av samlaðu framleiðsluni, harav biogass átti størsta partin, t.e. 0,93% av samlaðu framleiðsluni.

Størsti munurin er at síggja í vindorkuframleiðsluni, sum kom upp á 57,6 GWt í mun til 28,6 GWt í fjør. Hetta kemst partvís av, at tvær nýggjar vindmyllulundir í miðstaðarøkinum nú framleiða inn á netið, og partvís tí at battarískipan og synkronkompensator tryggja, at meira fæst til høldar av vindorkuni í Suðuroy í mun til fyrra hálvár í fjør.

SEV

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 05. august 2023

25 Leygardagur 12. august 2023

Svenska stjórnin vil hava fleiri kjarnorkuverk

Høgrastjórnin í Svøríki ætlar at broyta lógina til tess at kunna menna kjarnorkuna í landinum.

 
SkrivaÐ:

Jan Müller

Hetta sigur svenski  veðurlaghs og umhvørvisráðharrin Romina Pournokhari sambært svenskum miðlum. Við hesum tiltaki skal kjarnorkan verða við til at tvífalda um streymframleiðsluna fram móti 2045.

-Stjórnin sær ferin, at nýggj kjarnorkuverk svarandi til í minsta lagi 10 vanlig kjarnorkuverk verða tikin í nýtslu í 2030 og 2040 árunum, sigur ráðharrin.

Svøríki hevur í dag eina umhvørvislóg, sum sigur, at tað skulu vera í mesta lagi 10 kjarnorkuverk í landinum. Hetta skal broytast sigur stjórnin og vísir á, at verandi avmarkingar leggja forðingar í vegin fyri nútíðarinnar meting av kjarnorku.

Ráðharrin sigur, at kjakið í Svøríki seinastu ártíggjuni hevur skatt menningina av kjarnorku, um somu tíð sum onnur lond hava ment tøknina.

Kjarnorka hevur leingi verið umrødd sum ein bæði gagnlig orkuveiting og øvugt. Hon hevur einki útlát og er tí góð fyri umhvørvið. Og hon krevur ikki eins nógv pláss sum sól- og vindorka. Men hinvegin framleiðir hon radioaktivt burturkast, sum er skaðiligt fyri bæði menniskju og náttúru, verður tað ikki goymt forsvarliga.

Annars avgjørdu sviar við eina fólkaatkvøðu í 1980, at landið skulu stigvíst sleppa sær av við kjarnorkuverkini. Nú hevur pípan brádliga fingið eitt annað ljóð skulu vit ganga eftir tí, sum konvervativa stjórnin ætlar.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 10. august 2023

26 Leygardagur 12. august 2023

USA: Vunnið 1,58 milliardir dollarar í lottarínum

Talan er um triðstørsta vinning, sum nakrantíð er vunnin í USA – Upphæddin svarar til uml. 10,7 milliardir í okkara krónum

(Mynd: Ritzau)
SkrivaÐ:

Alda Nielsdóttir

Ein lottaríspælari í USA hevur vunnið 1,58 milliardir dollarar, ið svarar til uml. 10,7 milliardir krónur í spælinum Mega Millions.

Sambært Ritzau, ið endurgevur amerikanskar miðlar, er lottaríseðilin keyptur í Florida, men enn hevur vinnarin ikki gjørt vart við seg.

Vinnarin kann velja at fáa útgoldið 783,3 milliónir dollarar fyri skat beinanvegin, ella at fáa vinningin útgoldnan yvir 29 ár.

Talan er um triðstørsta vinningin, sum nakrantíð er vunnin í USA. Tann størsti var 2,04 milliardir dollarar í spælinum Powerball.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 09. august 2023

27 Leygardagur 12. august 2023

Pólland sendir fleiri herfólk til hvítarussiska markið

Orsøkin til, at marknaeftirlitið nú verður hert, er almsamt fleiri ólógligar royndir at sleppa yvirum markið

(Mynd: EPA)
SkrivaÐ:

Alda Nielsdóttir

Í Póllandi er ætlanin at senda upp móti 10.000 herfólk afturat til hvítarussiska markið fyri at herða marknaeftirlitið, sigur pólski verjumálaráðharrin, Mariusz Blaszczak.

Týsdagin varð boðað frá, at pólska verjumálaráðið hevði givið grønt ljós til, at fleiri herfólk kundu sendast til markið, og mikudagin varð boðað frá, at 2.000 herfólk skuldu flytast til markið.

Avgerðin um at senda fleiri til markið varð tikin, eftir at pólska marknaeftirlitið mánadagin hevði biðið um 1.000 herfólk afturat. Orsøkin var, at alsamt fleiri hava roynt at sleppa yvirum markið uttan loyvi, skrivar Ritzau.

Seinastu tíðina hevur støðan eisini verið spent millum Pólland og Hvítarussland, m.a. orsakað av, at privati herurin, Wagner-bólkurin er fluttur til Hvítarusslands, eftir at bólkurin royndi at gera uppreistur móti leiðsluni í russiska herinum í juni.

Hvítarussland er ein av nærmastu stuðlunum hjá Russlandi undir krígnum móti Ukraina.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 10. august 2023

28 Leygardagur 12. august 2023

Meta fær dagbøtur frá norska dátueftirlitinum

Meta Platforms hevur innsavnað dátur um t.d. hvar fólk eru stødd, og brúkt tær til at rætta lýsingar móti brúkarum á teirra sosialu miðlum, og tað er ólógligt, sigur Datatilsynet í Noregi

(Savnsmynd)
SkrivaÐ:

Alda Nielsdóttir

Frá mánadegnum í komandi viku, 14. august, fer Meta Platforms, sum eigur Facebook og Instagram, at fáa dagbøtur á eina millión norskar krónur, upplýsir norska dátueftirlitið, Datatilsynet.

Talan er um eina upphædd, ið svarar til 668.400 í okkara krónum.

Orsøkin til dagbøturnar er, at Meta Platforms hevur innsavnað dátur um t.d. hvar fólk eru stødd, og brúkt tær til at rætta lýsingar móti brúkarum á teirra sosialu miðlum.

Tað var longu miðskeiðis í juli, at Datatilsynet gjørdi greitt, at tey mettu talan vera um lógarbrot, og fór Meta at fáa fram til 4. august at rætta mannagongdirnar, skrivar Ritzau.

Dagbøturnar verða í fyrsta umfari útskrivaðar fram til 3. november, og broytir Meta ikki mannagongdirnar, verður talan um sekt á tilsamans 81 milliónir norskar krónur, ið svarar til góðar 54,1 millión í okkara krónum.

Um Datatilsynet kærir málið til evropeiska dátuverndarráðið (EDPB), kann avgerð verða tikin um, at dagbøturnar skulu halda fram, til Meta broytir mannagongdirnar.

Í farnu viku upplýsti Meta, at ætlanin var at byrja at spyrja brúkarar um loyvi at savna inn dátur um, hvørjum fólk hyggja eftir á Facebook og Instagram.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 09. august 2023

29 Leygardagur 12. august 2023

Jónas vann EM-finaluna

Rann frá øllum hinum í 400 metra finaluni og setti nýtt føroyskt met við tíðini 45,86 sekund

 
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

Jónas Gunnleivsson Isaksen úr Kvívík er evropameistari í 400 metra renning.

Seinnapartin mikudagin prógvaði ungi kvívíkingurin, at hann er er bestur í Evropa í sínum árgangi.

Tá hann vann kappingina á oyggjaleikum fyri mánaði síðani segði hann, at hann ætlaði sær at vinna evropameistarakappingina í Jerusalem eisini.

Og tað gjørdi hann.

Hann rann teir 400 metrarnar – tað er eina ferð runt á rennibreytini – í tíðini 45,86 sekund.

400 metra renningin sæst her

[object Object]Jónas vann greiðan sigur í tíðini 45,86. Nummar tvey gjørdist Charlie Carvel úr Bretlandi 46,08, og nummar trý gjørdist Maksymilian Szwed úr Polandi 46,31

Tað er besta tíð hann er skrásettur fyri, og eisini fyrstu ferð, at hann hevur runnið teinin undir 45 sekund í skrásettari kapping, tí hansara besta tíð áðrenn finaluna í dag var 46,02 sekund.

Hetta var fyrstu ferð, at ein føroyingur var við í eini EM-finalu í frælsum ítróttum. Og Jónas Gunnleivsson Isaksen gjørdi ikki mætari enn at renna frá øllum sínum mótstøðumonnum.

[object Object]

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 09. august 2023

30 Leygardagur 12. august 2023

Dreymurin um HM-heiðursmerki brast eftir longda leiktíð

Føroyska U19-liðið stríddist ógvuliga væl, men misti trý-málsleiðsluna seinastu løtuna í vanligu leiktíðini og egyptar fóru avstað við hálvfinaluplássinum

Føroyar fullu við æru, men burdu eisini avgjørt alt síðstu løtuna av vanligu leiktíðini (Mynd: Egin Tollakson Kass)
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

Føroyar hava í summar havt tvey ungdómslandslið í HM-fjórðingsfinalum og er hetta flott - ótrúliga flott. Tíverri hevur tað ikki rokkið til hálvfinalupláss. Serbar vóru samanlagt sterkari enn í Føryar í U21-fjórðingsfinaluni í Berlin, og í dag taptu U19-dreingirnir eisini.

Hesa ferð var tað eftir meira dramatiskan dyst, sum endaði í longdari leiktíð og við nærum hjartaskerandi og ótrúligum tapi. Tað skuldi dysturin ongantíð verið farin til. Føroyar gjørdu nøkur dýr mistøk í øðrum hálvleiki, og so var tað serliga endin: Okkara løgdu seg á odda við trimum málum, tá beint undir ein og ein hálvur minuttir var eftir, men so gekk galið. 

Í longdu leiktíðini sást, at egyptar høvdu yvirskotið. Teirra álopskenda verja órógvaði føroyska spælið. Føroyar spældu í yvirtali, men brendu nakrar møguleikar og egyptar vóru eirindaleysir. 

Vantandi neyvleiki og evni til at veruliga halda høvdið heilt kalt, umframt at megna steðga snildu eygptunum í verjustøðu kostaðu U19-monnum eitt hálvfinalupláss. Teir hava spælt eina góða kapping - har serliga sigrarnir móti Svøríki og Týsklandi standa sterkir í minninum og sum varðar. Talan var eisini um ein ógvuliga tættan dyst í dag, har Føroyar sjálvdan vóru aftanfyri.

[object Object]

[object Object]Myndir: Egin Tollaksson Kass

Nú snýr tað seg um at spæla um 5. plássið, har fyrri dysturin er á skránni í morgin. Danmark ella Portugal verður mótsttøðuliðið.

HM-fjórðingsfinala (U19)
Varazdin Arena, 10.08
Føroyar - Egyptaland 34-38 - 31-31 eftir vanliga leiktíð

Føroyskir málskjúttar: 
Óli Mittún 11
Ísak Vedelsbøl 6
Trúgvi Hávardsson 4
Niklas Gaard 4
Búi Djurhuus Poulsen 4
Rókur Ziskason 3
Jákup Egholm 1

Dystargongdin:
5.min: 2-0
10 min: 2-3
15 min: 6-6
20 min: 7-9
25 min: 9-11
30 min: 13-13

35 min: 16-15
40 min: 19-19
45 min: 23-23
50 min: 25-25
55 min: 28-27
60 min: 31-31
65 min: 32-34
70 min: 34-38


Bjargingar:
Aleksandar “Sasha” Lacok 16

Útvísingar:
Føroyar: 4
Egyptaland: 7


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 10. august 2023

31 Leygardagur 12. august 2023

Árni skein sum ongin annar á Tórsvølli

Hóast tað var eitt gott og sterkt liðavrik, so var tað bóltsnillingurin úr Saltangará, sum stjól myndina. Skjeyt bæði málini í 2-1 sigrinum

Beint eftir at vera jarðlagdur - merkið sæst á enninum - gjørdi Árni Frederiksberg bart, og skoraði (Mynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

Árni Frederiksberg er tann heilt stóra stjørnan í føroyskum fótbólti fyri tíðina.

31 ára gamli bóltsnillingurin úr Saltangará, sum bert hevur spælt 11 landsdystir fyri Føroyar, hin sesinasta í 2019, var heilt stóra upplivilsið á Tórsvølli týskvøldið, tá KÍ vann 2-1 á norsku meistarunum úr Molde.

Við miklari orku, bóltsnildni, spælforstáilsi og máltevi skein hann meira enn nakar annar á vøllinum. Tað var altjóða klassi yvir honum.

Les umrøðu av fyrra hálvleiki: Onki mál í Gundadali enn

Molde kom annars út sum eitt óløgi til annan hálvleik, eftir málleysa fyrra hálvleikin. Nógv meira ágangandi, og tað vóru KÍ’ararnir, sum máttu renna aftaná.

Hetta gav úrslit longu eftir tveir minuttir, tá norski liðskiparin Magnus Wolf Eikrem knappliga varð spældur púra fríur undir málinum í høgru síðu og skoraði til 0-1.

[object Object]

KÍ kom fyri seg aftur

Hesa løtuna sá onki út hjá KÍ, sum hevði trupulleikar við skjótu norsku spælarunum.

Men klaksvíkingarnir kláraðu at koma fyri seg aftur. Spælið var hart og kontant við nógvum frísparkum á miðjum vølli frá báðum síðum.

Í 63. minutti varð eitt slíkt gjørt móti Árna Frederiksberg, sum varð saksaður niður, ja, nærum uttan fyri síðulinjuna í høgru.

Hann lá eina løtu, men megnaði – hóast stórt reytt merki á enninum – at reisa seg aftur. Hann skuldi sjálvur taka frísparkið. Varð illa órógvaður frá norska útskiftingartbeinkinum. Legði frísparkið út í hina síðuna og rann frameftir. Fekk bóltin aftur úti í høgru síðu,  heilt úti við hornið á brotssparksteiginum, har hann snýtti sín mótstøðumann so snildisliga, at hann datt.

Árni hugdi upp, sá ein møguleika, og setti vinstra bein á bóltin og legði hann dygst út við høgra málstólpa til 1-1. Norski málmaðurin hevði ongan møguleika.

Nú var aftur javnt, og vit fyrireikaðu okkum upp á, at KÍ enn eiaferð skuldi til útidyst við einum javnleiki í viðførinum.

Men Árni Frederiksberg hevði eina aðra ætlan. Í 85. minutti fekk Sivert Gussiås, sum varð skiftur inn, bóltin í framlopi á miðjum vølli. Árni Frederiksberg rann við úti í høgru. Ódekkaður. Fekk bóltin frá Sivert, og ja, so var bara at seta bóltin í netið.

[object Object]

Rómurin á Tórsvølli var øgiligur.

KÍ hevur enn einaferð framt eitt megnarúrslit í evropeiskum fótbólti. Norsku meistararnir fara skakaðir heim, og skulu leita djúpt fyri at finna loysnirnar móti klaksvíkingum, áðrenn liðini skulu møtast aftur á Aker Stadion í Molde um eina viku.

Ævintýrið hjá klaksvíkingum livir enn.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 08. august 2023

32 Leygardagur 12. august 2023

Keðiligt tap móti kroatunum á Tórsvølli

B36 stríddst væl og legði seg á odda, men eitt brotsspark, ið ongantíð skuldi verið dømt, og tveir deyðbóltar í seinna hálvleiki kostaðu. Nú er tað minus 2 áðrenn dystin í Rijeka

Michal Przybylski legði upp til B36-málið, og so varð eitt brotsspark dømt móti honum, har armurin als ikki var inni í brotsteigunum (Mynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

Í síðsta umfari kom B36 víðari eftir eitt brotsspark, sum liðið helst ikki burdi fingið - dómarin í Cardiff dømdi fyri hond á bóltinum. Hósdagin var tað tó heilt galið, tá brotsspark varð dømt móti B36. Bólturin kom gamaní í armin á Michal Przybylski, men miðvallarin var væl og virðiliga uttanfyri brotsteigarlinjuna. Finski dómarin var tó ikki í iva, hjálpardómarin gjørdi einki og harvið brotsspark og mál: 1-1.

B36 var annars í dreymalandi eina løtu. Dystarætlanin tyktist at rigga heilt væl, hóast Rijeka kom til ein heilt stóran møguleika áðrenn málið, men hetta var eftir, at heimaliðið misti bóltin í egnum brotssteigi. Liðið hjá Dan Brimsvík hótti eisini sterka mótstøðuliðið nakrar ferðir, og í 33. minutti fór Michal Przybylski til stroks í vinstru í mótálopi. Miðvallarin legði innfyri við vinstra beininum, rakti líka ein verjuspælara á vegnum, og har var skjóti Hannes Agnarsson júst á rætta staðnum og setti bóltin væl inn til 1-0.

[object Object]

[object Object]
Stórur fagnaður á teimum í hvítum eftir enn eitt evropeiskt mál frá Hannesi (Myndir: Sverri Egholm)

[object Object]
Men so hendi hetta....

[object Object]
(Skýggjamynd: Televarpið)

Í øðrum hálvleiki megnaði B36 als ikki at hótta og hevði einki skot. Tað hjálpti ikki at Hannes Agnarsson noyddist út í 51. minutti vegna trupulleikar við fótliðinum.

Tað var tó ikki so, at Rijeka svam í møguleikum. Í opnum spæli lat B36 ikki nakað serligt frá sær, og millum annað Sonni Ragnar Nattestad stóð væl, men við tveir deyðbóltar varð ikki dekkað nóg væl upp, og tætt undir málið kundi mótsstøðuspælari prikað bóltin í netið. Tað fyrra var tíðliga í 2. hálvleiki og eftir horna - ta seinna stutt fyri leiklok eftir frísparksinnlegg, ið sigldi framvið øllum í hvítum.

Serliga seinna málið var ógvuliga keðiligt, og ger tað útgangsstøði hjá B36 heilt øgiliga trupult. Ein tvey-máls sigur á grasinum og í hitanum í Rijeka er eitt krav, fyri at man skal hava ein møguleika - Rijeka vann 6-1 í heimadystinum í síðsta umfari, móti liði úr Kosovo. B36 hevur fleiri ferðir áður framt stór og flott úrslit í evropeiskum fótbólti - eisini í truplum og dramatiskum umstøðum - men tað fer at krevja so at siga alt frá Dan Brimsvík og hansara monnum at røkka play-off umfarinum í Conference League.

Samanlagt vísti liðið stríðsanda og var vælskipað í verjustøðu, men nakrar keðiligar umstøður kostaðu B36. 

[object Object]
Í B36-leguni var stór ónøgd og frustratión við finska dómaran. Eisini gjøgnum 2. hálvleik og eftir seinasta bríksl (Mynd: Sverri Egholm)

UEFA Europa Conference League, 3. umfar
Fyrri dysturin - á Tórsvølli 10. august
B36 - HNK Rijeka 1-3 (1-1)
33' Hannes Agnarsson (Michal Przybylski) 1-0
41' Niko Jankovic, br. 1-1
48' Bruno Goda 1-2
88' Stjepan Radeljic 1-3

B36 (5-3-2/3-5-2): Mattias Lamhauge - Isak Jönsson, Sonni Ragnar Nattestad, Magnus Egilsson - Símun Sólheim, Michal Pryzbylski, Eli Falkvard Nielsen (L), Andrass Johansen, Jann Julin Benjaminsen - Taufee Skandari, Hannes Agnarsson

Hesir komu inn í 2. hálvleiki: Bjarki Nielsen, Valerijs Sabala, Benjamin Heinesen, Erlendur Magnusson og Emil Weihe Joensen - teir tríggir seinastu í yvirtíðini

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 10. august 2023

33 Leygardagur 12. august 2023

B36 misti alt á gólvið seinastu løtuna í Sørvági

Útiliðið var á odda 2-0, tá beint yvir fimm minuttir restaðu í. So slógu ungu lokalu vágamenninir til og javnaðu 07 Vestur er í løtuni fýra stig frá 4. plássinum

07 Vestur stríddi seg væl inn í dystin aftur og tryggjaði sær stig í evstu løtu (Mynd: jn.fo/Jóanis Albert Nielsen)
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

Ein dystur í 17. umfari í Betrideildini varð spældur í Sørvági mánakvøldið. B36.

Venjarin Dan Brimsvík hevði gjørt nógvar broytingar í byrjanaruppstillingini, og fyrsta hálva tíman tóku nýggju menninir av. Fyrst legði Valerijs Sabala B36 á odda, og Benjamin Heinsen økti tjúgu minuttir seinni - Símun Sólheim legði upp til bæði B36-málini.

07 Vestur fall tó als ikki í fátt og hevði sínar møguleikar gjøgnum dystin. Tað eydnaðist at minka um munin í 85. minutti. Tá fann Oddur Petersen innskifta Julian Mouritsen, og 17-ára gamli vágamaðurin takkaði fyri. Hetta var fyrsta málið hjá Juliani í Betrideildini. Hann kom inn fyrstu ferð sum 16-ára gamal.

B36 hevði fingið millum annað Isak Jönssoná vøllin og stríddist nú fyri at halda fast. Kanska merktist møði frá evropeisku uppgávuni hósdagin, men heimaliðið trýsti eisini væl, og fimm minuttir inn í yvirtíðina skoraði stóri miðverjin/áleyparin úr Sandavági, Eiler Fróðason, tá Mathias Voss fann hann, og so var frøi á Dungasandi.

[object Object]

[object Object]

[object Object]

[object Object]
Teir á heimaliðnum stórfegnast saman við áskoðarum sínum eftir dramatiska útjavnandi málið (Myndir: jn.fo/Jóanis Albert Nielsen)

[object Object]
Málskjúttin Eiler Fróðason saman við venjaranum Lars Arna Nilsen (Mynd: jn.fo/Jóanis Albert Nielsen)

Útjavnandi málið til 2-2 merkir, at 07 Vestur hálar seg eitt stig nærri Víkingi aftur. B36 er nú eitt stig aftanfyri grannarnar, HB.

Betrideildin 17. umfar
mándagin 07.08
07 Vestur - B36 2-2 (0-2)
9' Valerijs Sabala (Símun Sólheim) 0-1
30' Benjamin Heinesen (Símun Sólheim) 0-2
85' Julian Mouritsen (Oddur Petersen) 1-2
90 (+6)' 2-2 Eiler Fróðason (Mahias Voss) 2-2

Í gjár, sunnudagin 06.08
TB - Víkingur 0-2
33' Finnur Justinussen (Signar á Brúnni) 0-1
60' Geza David Turi 0-2

HB - AB 5-0 (2-0)
42' Mikkel Dahl (Viljormur Davidsen) 1-0
45 (+1)' Hanus Sørensen 2-0
61' Hanus Sørensen 3-0
77' Áki Debes Samuelsen (Hanus Sørensen) 4-0
81' Jákup Thomsen (Hanus Sørensen) 5-0

Leygardagin 05.08 á Svangaskarði
B68 - ÍF 3-1 (0-0)
35' Alex Mellemgaard (br.) 1-0
55' Sebastian Lau Nielsen 2-0
59' William Emil Klein 3-0
81' Hans Jákup Lervig 3-1

Reytt kort: Tóri Nolsøe Olsen (85')


Støðan:
1. KÍ 48 stig *
2. HB 38 stig 
3. B36 37 stig 
4. Víkingur 30 stig 
5. 07 Vestur 26 stig 
6. TB 15 stig 
7. B68 14 stig
8. EB/Streymur 13 stig *
9. ÍF 12 stig
10. AB 10 stig

Ein dyst færri

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 07. august 2023