Leygardagur 19. august 2023 | Nr. 33 | Árgangur 4 | Kr. 0,00
SíÐa 27
SíÐa 6
SíÐa 25
SíÐa 33
SíÐa 42
SíÐa 40
Nýggj útgáva hvønn leygarmorgun kl. 7
Sjómannadagar verða hildnir í Klaksvík hetta vikuskifti, og eitt evni, sum varð tikið fram á fiskivinnupolitiska kjakfundinum, sum á hvørjum ári er byrjanarskotið til hesar dagar, var virðisøking av teimum vørum, sum okkara fiskiskip leggja upp á land.
Hetta hevur verið eitt mantra í nógv ár nú, men í mun til mongdina á føroyska fiskaútflutninginum, so rúgva tær virðisøktu vørurnar ikki nógv. Føroyar eru framvegis ein útflytari av rávøru úr sjónumuttan at stórvegis meirvirði verður lagt í vøruna eftir at hon er komin í land herheima.
Tað er undarligt at hugsa sær. Vit eru nøkur, sum minnast aftur á tíðina, tá tað var nakað, sum æt Lf. Føroya Fiskasøla eisini kallað Faroe Seafood á altjóða máli, framtakshugaða lutafelagið, samskiparin av so at siga øllum fiskaútflutningi í Føroyum, byrjaði longu fyri nógvum árum síðani at tosa um, at tað mátti fáast meira burtur úr tilfeinginum.
Á fiskasøluni var enntá ein deild, sum arbeiddi við hugskotum fyri, hvussu vøran kundi virkast, góðskast og betrast. Helst eru enn fleiri, ið minnast sera vælsmakkandi portiónsbakkarnar við fyrsta floks toski ella hýsu, sum vóru tilgjørdir við kryddi og klárir at koyra í ovnin. Smakkaði sera væl.
Tað kom ongantíð nakar vinnuvegur burtur úr hesum royndum, tíverri, og síðan má sigast, at lítið er hent.
Vit duga at virka fisk her í Føroyum, men at virka fisk til heimamarknaðin verður ongantíð stórídnaður við ávirkan á føroyska búskapin. Marknaður er til at onkur smáfyritøka kann framleiða knetti og frikadellur at selja herheima, men ikki eingang til turran, bukaðan fisk er marknaðurin nóg stórur. Tað er tí at fiskurin, vit jagla saman við heimasaltaða spikinum er íslendskur.
Skulu vit virka fisk beinleiðis á borðiskin hjá kundanum, so mugu vit hava atgongd til størri markna. Og tann mest lukrativi marknaðurin fyri okkum er – sjálvandi – tann evropeiski.
Onki nýtt er í hesum. Kortini er tað at undrast yvir, at tað ongan veg hevur gingið við at fáa betri atgongd inn í ES-marknaðin.
At síggja til er tað einans føroyingar um okkara leiðir, sum verða forðaðir atgongd til ES-marknaðin við høgum tollmúrum. Onnur lond, sum eisini hava sagt neitakk til EF/ES-limaskap, so sum grannar okkara Noreg og Ísland, hava nærum fría atgongd til evropeiska marknaðin umvegin teirra EBS-avtalur.
Men ikki Føroyar.
Tí er tað, at vit hava hug til at spyrja: Hvat verður gjørt í royndini at skaffa okkum atgongd til marknaðin? Hví hendir onki? Hví eru tað ikki fimm ella tíggju fulltrúar knýttir uttanlandstænastuni bert við tí endamáli at lobbya fyri eini betri marknaðaraftalu. Pengarnir høvdu verið betri útgivnir enn til sendifólk í Moskva, Reykjavík, Tel Aviv og Keypmannahavn. Tað ber ikki til, at vit í ævir góðtaka, at soleiðis er ES-skipanin bara og so halda fram við at flyta fiskin út nærum óviðgjørdan til onnur at tjena uppá.
Og elefanturin í rúminum: Hvat hevur Danmark gjørt fyri at tryggja okkum líkarætt við aðrar partar av Evropa, tá tað snýr seg um atgongd til evropeiska marknaðin? Gera tey veruliga einki? Hvør nytta er so í tí høgt hevjaða ríkisfelagsskapinum?
Í hesum tíðum eru tað danir heldur enn føroyingar, sum ynskja at varðveita og styrkja ríkisfelagsskapin. Teir eiga tí at verða møttir, hvørja ferð ríkisfelagsskapurin verður tikin upp á tungu, við spurninginum um hvat tey hava gjørt fyri at tryggja Føroyum javnbjóðis atgongd til ES-marknaðin.
Fyrr enn tey hava fingið tað upp á pláss, verður boykottið í 2013 ikki gloymt.
Jákup Petur Eliassen er væl nøgdur við avbjóðandi treystikappingina, hóast hann mátti gevast í nátt. Síggj myndina av upphovnaða knænum. Les eisini frágreiðingina um, hví føroyingarnir sleptu sær av við royndu amerikanararnar, sum teir vórðu paraðir við
- Hetta var ein ótrúliga góð kapping og eitt feitt upplivilsi. Men í nátt (hósnáttina, -red.) var pínan í vinstra knæ so stór, at tað ikki var annað at gera enn at biðja um hjálp, hóast eg fegin hevði viljað hildið fram.
Soleiðis sigur føroyski ítróttamaðurin Jákup Petur Eliassen, sum saman við Ken Bærentsen vóru einastu luttakararnir í stóru altjóða treystikappingini Nordic Atlantic Adventure Race, sum hesa vikuna er í Føroyum.
Soleiðis sá vinstra knæ hjá Jákup Peturi út í morgun. Ein kann næstan síggja hvussu stór pínan hevur verið (Privat mynd)
Hóast tað ikki endaði, sum ætlað, so hevur Jákup Petur bert rósandi orð at bera kappingini. Hósdagin kundi hann bara iðra seg um, at teir báðir Ken ikki vóru betri fyrireikaðir.
Tað var bara fáar vikur undan kappingini, at teir tóku av avbjóðingini um at fara við. Hetta hóast teir ikki høvdu royndir í fleiri av avbjóðingunum, sum teir vórðu kastaðir út í. Eitt nú at lesa kumpass, súkkla í fjøllum og rógva í gummibáti.
- Høvdu vit verið í betri venjing, so rokni eg við, at vit saktans høvdu kunnað gjørt okkum galdandi í slíkum kappingum, sigur Jákup Petur.
Samstarvið riggaði ikki
Byrjanin av kappingini var tó ikki so væleydnað.
Tað er soleiðis í hesi kappingini, at tey kappast í liðum à fýra fólk. Føroysku luttakararnir vórðu paraðir saman við tveimum royndum amerikanarum – eini kvinnu og einum manni.
Men tað vísti seg skjótt, at samstarvið ikki riggaði so væl. Teir royndu amerikanararnir hildu upp á, at tey skuldu taka avgerðirnar, tí tey høvdu royndirnar í slíkum kappingum.
- Vit kendu á okkum, at vit bara skuldu fylgja við. Tey vildu ikki lurta eftir okkara ráðum, ignoreraðu okkum, hóast vit hildu okkum kunna koma við íkasti til kappingina, tí vit eru jú staðkendir.
- Hetta førdi við sær, at vit fóru leiðir, sum vit als ikki vóru samdir í. Vit kenna t.d. eitt sindur til streymviðurskiftini, og royndu at greiða teimum frá, at tá vit hava viðstreym, so er ongin meining í at rógva heilt inni við land, tí tá fáa vit ikki gagnnýtt streymin, og kunnu enntá koma út fyri at fáa mótstreym í afturundirgerðini.
- Men tey vildu ikki lurta eftir okkara ráðum.
- Í øðrum førum, tá vit nærkaðust onkrum hamara, hildu vit, at vit skuldu ganga ein umveg, sum var skjótari enn tann beinleiðis vegurin á kortinum. Men amerikanararnir hildu seg til kumpassina, og úrslitið var, at vit brúktu alt ov nógva tíð, greiðir Jákup Petur frá.
Vildu ikki meira
Tá vit komu til Leynar, gjørdist hetta ov nógv fyri okkum, og vit boðaðu frá, at vit ikki vildu vera við til hetta. Men eftir nakað av samskifti við fyrireikararnar, so fingu vit loyvi at halda fram í kappingini sjálvir, og tá gjørdist tað veruliga spennandi fyri okkum.
- Tí nú sluppu vit at vísa, ikki minst okkara fyrrverandi liðfeløgum, at tað er eitt sindur av dugi í føroyingunum, sigur Jákup Petur læandi.
Teir báðir brúktu tó nakað av tíð, ov nógv tíð, í Leynum fyri at fáa útgerðina teimum tørvaði fyri at kunna halda fram sum egið lið, eitt nú kort, kumpass, tracking-útgerð og ein gummibát, og harvið mistu teir nakað av tíð.
Róðu í 13 tímar
- Og tað eydnaðist okkum til deils at vinna tey aftur, og enntá yvirhálað tey onkrastaðni norðast á Streymoynni. Men tey yvirhálaðu okkum aftur. Vit løgdu okkum at sova í tveir tímar, tá vit komu til Haldórsvíkar. Bankaðu upp á í onkrum húsi og fingu loyvi at leggja okkum eina løtu.
- Harífrá skuldu vit so rógva heilt inn á Skálabotn. Tað var ein stór avbjóðing fyri okkum. Teinurin tók okkum heilar 13 tímar.
- Vit hava ongar royndir í slíkum róðri, og okkara fyrrverandi liðfelagar høvdu eisini ein nógv betri bát. Minst til, at hetta er eisini ein kapping í at hava ta bestu útgerðina. So tey fóru langt fram um okkum aftur.
Pína í knænum
Úr Skálafirði gekk leiðin norður til Gjáar, og tá leiðin gekk víðari frá Gjógv og niðan gjøgnum fjøllini upp á Slættaratind var tað, at Jákup Eli byrjaði at merkja pínuna í vinstra knæ.
- Tað var ringt at koma í gongd aftur eftir ein støðg, men plagdi at hasa av, tá eg var komin í gongd. Knæið hevði fingið nakrar snuddir. Til dømis duttu vit oftani á ferðini í myrkri, mjørka og regni úr Saksun til Tjørnuvíkar. Ein visti ikki altíð hvar ein steig, og tað tók hart upp á knæði, greiðir Jákup Petur frá.
Og komin til Norðoyggjar og á ferðini upp um fjøllini úr Klaksvík til Norðdepils gjørdist pínan so nógv, at har var ikki meira at gera.
- Vit høvdu nógvan pakning við okkum. Bara báturin vigar 30 kilo niðurpakkaður, so tað tók hart upp á okkum.
Tyrlan kom eftir honum
- Í nátt (hósnáttina, -red.), tá vit løgdu okkum at hvíla uppi í fjøllunum gjørdist eg kaldur og sera illa fyri, at eg sá ikki annan útveg, enn at ringja eftir hjálp. Hóast eg gjarna vildi víðari, so var ikki annað at gera. Og so kom tyrlan eftir mær.
Fyrrapartin hósdagin var hann røntguni á Landssjúkrahúsinum. Knæið er nógv hovnað, men tíbetur er onki, sum bendir á nakað brot, hægst onkur flís, ið er farin av í teimum nógvu føllunum í fjøllunum.
Nú fær hann so stundir at hvíla seg og sova áðrenn endahátíðin í NIAR-kappingini verður leygarkvøldið.
- Eg eri eitt sindur í øðrviti í dag. Vit hava bara sovið í fimm tímar tilsamans frá tíðliga sunnumorgunin til nú hósdagin, tá vit máttu gevast.
Spennandi avbjóðingar
- Júst manglandi svøvnurin er ein av stóru avbjóðingunum í slíkum kappingum. Tú skalt eisini kunna halda pínuna út. Og so er tað tann mentala styrkin, sum hevur størri týdning enn tann kroppsliga styrkin. Samstarvið á liðnum hevur eisini avgerandi týdning. Tað nyttar onkið at kjakast um allar avgerðir, tí so kemur ein ikki nóg skjótt fram. Heldur ikki, um ein skal støðga á og kanna kumpass alla tíðina.
- Ein onnur stór avbjóðing er at tilrættaleggja ferðina. Vita hvat ein skal fara í, og hvussu nógvan mat ein skal taka við sær á hvørjum teini millum kontrollpostarnar.
- Um vit høvdu havt betri tíð til at fyrireika okkum. Einar seks mánaðir ella so, so eri eg sannførdur um, at vit veruliga høvdu megnað at gjørt okkum galdandi í kappingini, sigur Jákup Petur Eliassen og vísir á, at hetta er eitt slag av kapping, ið fleiri føroyingar høvdu kunna verið við í.
Um hann ætlar at luttaka á fleiri slíkum kappingum?
- Tann avgerðin er als ikki tikin enn. Men tað var eitt so gott upplivilsi, at tað kennist freistandi, men tað mást tú ikki fortelja konuni, segði Jákup Petur Eliassen áðrenn hann fór til songar til ein væluppibornan blund.
Jákup Petur á veg út til røntguna
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 17. august 2023
Í juni 2023 vóru umboð fyri ratingfyritøkuna Moody’s í Føroyum og høvdu fund við landsstýrið, andstøðuna, vinnuhúsið og Landsbanka Føroya. Fríggjadagin gjørdi Moody’s greitt, at Føroyar varðveitir sítt kredittvirði. Ratingin er Aa2 við støðugum útlitum
Føroyar hava við hesum triðhægstu meting á ratingstiganum hjá Moody's, sum hevur 21 stig. Dømi um onnur lond við rating Aa2 er Frakland.
Ratingin sigur nakað um, hvussu evnini hjá Føroyum eru at rinda aftur skuld. Moody’s gevur Føroyum triðhægsta próvtal.
Tað hevur týdning at fáa eitt gott próvtal, tí so eru tað fleiri íleggjarar, sum vilja veita Føroyum lán. Tað gevur føroyingum møguleika at føra sín egan fíggjarpolitik í tíðum við búskaparligari afturgongd. Góða próvtalið hevur eisini ávirkan á, hvørja rentu landskassin skal rinda fyri lánið. Jú betri próvtal, jú lægri renta.
Samanumtikið er grundgevingin fyri ratingina millum annað at:
Avbjóðingarnar eru
Føroyar hava sostatt eina góða rating, men ymisk viðurskifti kunnu gera at ratingin verður broytt.
Tað sum kann gera ratingina betri er at skuldin minkar munandi, ella at búskapurin verður meira fjøltáttaður.
Tað sum kann gera ratingina verri er, um skuldin veksur munandi, um landskassin hevur bygnaðariligt hall, til dømis hall í fleiri ár á rað, um óvæntaður stoytur rakar fiskivinnuna/alivinnuna og um sambandi við Danmark viknar, skrivar Landsbankin.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 16. august 2023
Í ár koma knappar 95 milliónir frá sølu av partabrøvum í Pf. Tjaldur og Pf. Smyril Line
Í tíðarskeiðinum frá 2015 og fram til í ár høvdu inntøkurnar hjá landskassanum verið 486 krónur lakari enn nú, um landskassin ikki hevði fingið eingangsinntøkur frá eyka stórum vinningsbýti ella sølu av partabrøvum.
Sannlíkt hevði hetta verið fíggjað við hægri lántøkum. Hetta upplýsir Ruth Vang, landsstýriskvinna við fíggjarmálum, í svari upp á skrivligan spurning frá Johan Dahl, tingmanni, sum spurdi um eingangsinntøkur landskassans hesi seinastu árini síðan 2015.
Í ár verður roknað við, at knappar 95 milliónir krónur koma í landskassan frá eingangainntøkum. 15,9 milliónir krónur koma frá søluni av landskassans partabrøvum í íløgufelagnum Pf. Tjaldur. Hartil verður roknað við, at sølan av almennu partabrøvunum í Pf. Smyril Line fer at geva 79 milliónir krónur í landskassan. Hetta svarar til 1,4 prossent av mettu inntøkunum hjá landskassanum í ár.
Inntøkurnar hesi seinastu árini annars hava verið:
Í 2022: 134,4 milliónir krónur frá eykastórum vinningsbýti frá Bank Nordik, svarandi til 2,0 prosent av inntøkunum.
Í 2021: 156,7 milliónir krónur frá eykastórum vinningsbýti frá Bank Nordik, umframt 56,7 milliónir krónur frá avtøkuni av Fíggingargrunninum frá 1991. Hetta svarar til 2,5 prosent av inntøkunum.
Í 2020, 2019 og 2018 vóru ongar eingangsinntøkur.
Í 2017 vóru 100 milliónur frá eykastórum vinningsbýti frá Bank Nordik, sum vórðu fluttar í Búskapargrunnin. Hetta svaraði til 1,8 prosent av inntøkunum.
Í 2016 vóru 23,3 milliónir krónur frá sølu av partabrøvum í Pf. Lív, sum vórðu fluttar í Búskapargrunnin.
Í 2015 hevði landskassin ongar eingangsinntøkur.
Landsstýriskvinnan upplýsti harafturat, at tað ikki verður roknað við óvanligum inntøkum til landskassan hesi komandi árini frá 2024 til 2027.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 15. august 2023
Pláss verður fyri 60 barnsgarðsbørnum og 52 vøggustovubørnum í nýggja stovninum
Hósdagin var almenn móttøka við Gøtugjógv, tá ið nýggji dagstovnurin hjá Eysturkommunu, Gjái, var tikin í nýtslu.
Eini 300 fólk vóru komin at at hyggja eftir snotiliga bygninginum, sum gøtumaðurin, Ósbjørn Jacobsen arkitektur, hevur teknað.
Umframt Per Martin Gregersen, borgarstjóran, so hildu Rannvá R. Hentze, leiðari á Gjáa, Ósbjørn Jacobsen arkitektur, Marjun Andreasardóttir, forkvinna í umhvørvis- og trivnaðarnevndini í Eysturkommunu og umboð fyri MT Højgaard í Føroyum, røðu.
Borgarstjórin, Per Martin Gregersen, segði í síni røðu, at á stovninum er pláss fyri tilsamans 112 børnum – 60 barnagarðsbørnum og 52 vøggustovubørnum.
Vøggustovurnar eru í erva, meðan barnagarðsstovurnar eru í neðra. Á stovninum koma at arbeiða millum 25 og 30 fólk, skrivar heimasíðan hjá Eysturkommunu.
(Myndir: Eysturkommuna)
Fleiri myndir á heimasíðuni hjá Eysturkommunu
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 18. august 2023
Matstovurnar í Gongini í Havn verða viðmældar av viðurkendu matstovuguidini tó uttan at hva fingið stjørnu
Uttan fyri matstovunum Ræst og ROKS hongur nú eitt reytt skelti, sum vísir, at báðar matstovurnar eru nevndar í Michelin Guide’ini 2023 fyri Norðurlond.
Ræst og ROKS eru systurmatstovur og tvær av 271 matstovum, sum eru nevndar í guide’ini.
Team Ræst
Matstovan Ræst, við Sebastian Jimenez og Karin Visth á odda, leggur dent á at brúka og vísa føroyska siðvenju greipaða við og í sameining við ráki úr meksikanskari matmentan. Ræst hevur eina smakkmatskrá við 14 rættum, sum kostar 1.400 krónur.
Ræst er opið í septembur mánaða aftrat – letur aftur 30. septembur og letur upp aftur tann 27. mars í 2024.
Karin Visth, matstovuleiðari
ROKS er hin skemtiliga, meiri avslappaða matstovan við fiski, skeljadjórum og einum fjølbroyttum glaskorti við víni í miðdeplinum. Á ROKS kanst tú velja millum tvær ymiskar matskráir: "Ikki roksa" og "Vit fara til stroks við ROKS". Poul Andrias er høvuðskokkur og Karin Visth er matstovuleiðari.
ROKS er opið til 29. oktobur; síðani letur matstovan aftur í nakrar mánaðir, og letur so upp aftur 6. mars í 2024.
Michelin Guide’in er mest viðurkenda matstovuyvirlitið í heiminum. Yvirlitið kemur út eina ferð árliga.
Í sama yvirliti hevur KOKS tvær stjørnur; Ræst og Roks hava onga stjørnu, men hava fingið eitt viðmæli, eina recommandation, sum tey kalla tað í guide’ini.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 18. august 2023
Miðalprísurin fyri alt landið var 200.000 krónur hægri. Enn eru ikki stórvegis broytingar í bústaðarmynstrinum
Sethúsaprísirnir hækkaðu eitt vet í øðrum ársfjóðingi í ár samanborið við fyrsta ársfjórðing.
Í øðrum ársfjórðingi kostaðu eini miðal sethús í Tórshavn 3,9 milliónir krónur, og í Eysturoynni 2,4 milliónir krónur. Miðalprísurin í Føroyum var 2,7 milliónir krónur.
Tað vísir uppgerð hjá Betri banka.
Miðalprísurin fyri fyrra hálvár 2023 var ávíkavist 3,8 og 2,2 milliónir krónur í Tórshavn og Eysturoynni. Miðalprísurin fyri alt landið var 2,5 milliónir krónur.
Hóast miðalprísurin øðrum ársfjórðing í ár er hækkaður eitt vet, so er miðalprísurin higartil í 2023 áleið tann sami, sum miðalprísurin fyri 2022.
- Vit høvdu væntað príslækkingar og færri sølur í øðrum ársfjórðingi, men enn síggja vit ikki stórvegis broytingar í bústaðarmynstrinum. Vit síggja samstundis, at lutfalsliga fleiri bústaðir vórðu seldir í høvuðsstaðarøkinum í mun til aðrastaðnis í landinum, men tað er ikki vist, at tað heldur fram, sigur Kára á Dunga, stjóri í Betri Heim, um gongdina á sethúsaprísunum.
Bústaðarbyrðan er vorðin tyngri
Bústaðarbyrðan lýsir, hvussu stóran part av inntøkuni eftir skatt eitt par við tveimum børnum undir 7 ár skal brúka upp á at gjalda sítt sethúsalán.
Í 2022 var bústaðarbyrðan í Tórshavn og í Eysturoynni ávíkavist 37 og 21 prosent. Fyri allar Føroyar var hon í miðal 25 prosent.
Higartil í ár er bústaðarbyrðan í Tórshavn og Eysturoynni ávíkavist 43 og 23 prosent. Fyri allar Føroyar er hon í miðal 27 prosent.
Sostatt er bústaðarbyrðan í Tórshavn vorðin 6 prosentstig tyngri, og í Eysturoynni og í miðal fyri alt landið er hon vorðin 2 prosentstig tyngri.
Hóast miðalprísurin higartil í ár ikki er broyttur tað stóra samanborið við í fjør, er bústaðarbyrðan vorðin tyngri, tí rentan er hækkað. Harumframt er rentan hækkað tvær ferðir í triðja ársfjórðingi í ár, og tí kann væntast, at bústaðarbyrðan verður enn tyngri. Skal bústaðarbyrðan lætna er neyðugt, at tøka inntøkan hækkar ella miðalprísirnir lækka.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 18. august 2023
Fyrstu seks mánaðirnar í ár varð innflutt fyri 5,9 milliardir krónur
Innflutningurin fyri fyrra hálvár 2023 er nú gjørdur upp, og innflutt varð fyri 5,9 milliardir krónur. Hetta er á sama støði sum fyrra hálvár 2022.
Oljuprísurin er lækkaður seinasta hálva árið, og hetta sæst eisini aftur í innflutninginum. Innflutningsvirðið av brennievni var 891,9 milliónir krónur fyrru helvt av 2023. Hetta eru 169,3 milliónir krónur, ella 16 prosent, lægri enn fyrra hálvár 2022.
Størsti vøksturin er í bólkinum "rávøra til fiskavirking" (fyri tað mesta feskur toskur og makrelur). Har er innflutt fyri 192 milliónir krónur meira, sum er 52 prosent vøkstur.
Tað er eisini stórur vøkstur í innflutninginum av tilfari til hav- og landbúnaðin (fyri tað mesta alifóður). Innflutningsvirðið er vaksið 108,5 milliónir krónur, ella 32,7 prosent.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 18. august 2023
Í nátt skiftir Føroya Tele kjarnutøknina á farnetinum frá Huawei til Ericsson. Skiftið fer fram í stigum, og roynt verður at skipa so fyri, at kundarnir verða ávirkaðir minst møguligt
– Tá okkara kundar fara at brúka fartelefonina sunnumorgunin 20. august, so verður nýggja kjarnutøknin frá Ericsson grundarlagið undir samskiftinum. Tá er farnetið hjá FT Samskifti grundað á Ericsson-tøkni úr enda í annan, og Huawei er sløkt, sigur Símun Skaalum, stjóri í FT Samskifti.
Skiftið, sum væntandi fer at taka umleið tríggjar tímar, fer fram í stigum sunnunáttina. Landið verður býtt í økir, sum eitt í senn skifta frá gomlu tøknini til nýggju tøknina.
– Henda tøkniliga broytingin fer fram sunnunátt, tí tá er vanliga lítil ferðsla á netinum. Vit royna at gera alt fyri, at kundarnir merkja sum minst til skiftið, tó at eg ikki kann veita fulla vissu fyri, at einki óvæntað tekur seg upp, sigur Símun Skaalum.
Kundar kunnu í sambandi við skiftið leita sær kunning á heimasíðuni, www.ft.fo, og tað ber eisini til at ringja til FT Samskifti á telefon 808080 sunnudagin, um trupulleikar stinga seg upp.
5G er næsta stigið
Í fyrstu atløgu er bara talan um eitt tøkniligt skifti, men um miðjan oktober verða 5G og aðrir nýggir hentleikar ætlandi at finna á nýggja farnetinum.
Í fjør heyst gjørdu FT Samskifti og Nema avtalu um, at Nema kann knýta í antennuskipanina á farnetinum hjá FT Samskifti, meðan feløgini hvør sær hava kjarnutøkni til egnar tænastur. Avtalan er treytað av, at Kappingareftirlitið góðkennir avtaluna.
– Vit fáa ikki latið upp fyri 5G og øðrum nýggjum hentleikum, fyrr enn Kappingareftirlitið hevur góðkent avtaluna, og Nema hevur havt møguleika at knýta í netið, sigur stjórin í FT Samskifti.
Hugsanin aftan fyri avtaluna millum FT Samskifti og Nema er, at brúkarin skal hava sama góða dekning á farnetinum hjá FT Samskifti um allar Føroyar, men at hann framvegis kann velja tann veitara, sum gevur honum bestu hald og tænastur.
– Talan er um umfatandi tøkni og stórar íløgur. Við avtaluni tryggja vit eitt farnet í heimsklassa, har 5G verður við til at lyfta Føroyar upp á ovastu rók við sterkum tráðleysum sambandi, sum er týðandi partur av talgilda samfelagnum, staðfestir Símun Skaalum, stjóri í FT Samskifti.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 18. august 2023
Ætlanin var at fara til fiskiskap eftir svartkalva í vikuni
Sunnudagin 30. juli kom nýggi Vesturvarði á Sørvág. Tað er eitt felag hjá Tummas Henriksen í Sørvági, sum hevur keypt trolaran úr Orknoyggjum.
Vesturvarði er bygdur í 2019 í Thyborøn. Har varð hann eisini longdur áðrenn hann nú kom til Føroyar. Hann er 41,2 metrar langur og 10,5 metrar breiður. Motorurin er ein 1.800 hestar Anglo. Skipið er í sera góðum standi, ja, sum eitt nýtt skip.
- Vesturvarði er sera væl útgjørdur. Hann hevur tríggjar RSW kølitangar á 60 tons og stóra last til kør. Hann hevur trý spøl, so vit kunnu royna við tveimum trolum, seks breitlaspøl, tvær trumlur, sum kunnu deilast í fýra og sonduspæl, sigur Herning Simonsen, skipari.
- Vesturvarði kann fiska á djúpum vatni eftir svartkalva og á grynri vatni eftir upsa, toski, hýsu og øðrum. Harafturat hava vit loyvið og góðar umstøður at fiska makrel, sigur hann.
Átta mans verða við Vesturvarða og Herning Simonsen og Heðin Hansen koma at skiftast sum skiparar. Teir skulu landa til Snarfrost í Miðvági.
Ætlanin var at fara til fiskiskap eftir svartkalva í vikuni.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 16. august 2023
Jon Palmi Petursson fekk fyrsta kúlulaksin í ár. Hann vigaði 2430 gramm og var 57,5 sentimetrar til longdar, og er harvið størsti kúlulaksurin, ið er fráboðaður í Føroyum
Hóskvøldið 10. august varð fyrsti kúlulaksurin í ár fingin. Hetta hendi í ósanum í Skálafirði, har Jon Palmi Petursson við flugu fekk ein stóran siljafisk. Hann vigaði 2.430 gramm og var 57,5 sentimetrar til longdar, og er harvið størsti kúlulaksurin, ið er fráboðaður í Føroyum. Umframt kúluna á rygginum, ið er eyðkenni fyri siljafiskar, so hevði hann eisini fulla búkholu av sili, men var tó ikki klárur til at sila.
Sunnukvøldið kom enn ein kúlulaksafráboðan. Aftur hesaferð var talan um ein siljafisk, ið varð fingin í Skálafirði. Hesin vigaði 1.720 gramm og var 57 sentimetrar til longdar.
Fiskaaling fylgir gongdini við kúlulaksi í Føroyum, og í ár varð bíðað leingi eftir fyrstu fráboðanini. Undanfarin ár hava teir fyrstu kúlulaksarnir verið fráboðaðir í seinnu helvt av juli. Fráboðanir hava tó verið líka til seint í september, og tá mynstrið undanfarin ár hevur verið, at siljafiskar og teir størru fiskarnir koma fyrst, er tað enn møguligt, at talið av fráboðaðum kúlulaksum kann koma upp á sama støðið og undanfarin ár. Í 2021 vórðu sjey kúlulaksar fingnir í Føroyum, í 2019 vóru teir seks.
Kúlulaksurin verður kynsbúgvin sum tvey ára gamal, og doyr stutt eftir gýting. Stutta tvey ára lívsringrásin hevur borið við sær, at slagið hevur tveir gýtingarstovnar: ein, ið gýtir makað ár, og ein, ið gýtir ómamað ár. Tað er gýtingarstovnurin, ið gýtir ómakað ár, sum hevur verið at sæð um okkara leiðir síðani 2017. Umframt kúluna, ið siljafiskurin fær í gýtingartíðarskeiðnum, er eitt eyðkenni fyri kúlulaksin, at hann hevur hvítan kjaft við svørtum góma og svartari tungu.
Úr Noregi frættist um methøgar nøgdir av kúlulaksi í 2023. Tey hava sett átøk í verk fyri at basa tí stóru innrásini. Higartil eru nærum 230.000 kúlulaksar tiknir úr norskum áum.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 15. august 2023
Talan er um bygging í einari hædd, sum verður bygd í einari lon – íbúðirnar verða klárar at taka í brúk komandi ár
Norðhús og Seve eru í løtuni í ferð við at byggja sjey íbúðir fyri Bústaðir í Heinagerði í Streymnesi.
Sambært Sunda kommunu er talan um bygging í einari hædd, sum verður bygd í einari lon. Íbúðirnar verða umleið 77 fermetrar til støddar og hava køk/stovu í einum, tvey sovikømur og baðirúm. Til hvørja íbúð hoyrir úthús og terassa.
Íbúðirnar, sum verða klárar at taka í brúk í 2024, fara at verða hitaðar við jarðhita, og góð parkeringsviðurskifti verða á økinum, skrivar kommunan.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 16. august 2023
Sum heild gekk rættuliga væl at skipa samferðsluna til og úr Nólsoy farna vikuskifti, sigur Strandferðslan
Farna vikuskifti var ovastevna úti í Nólsoy, og sum heild gekk rættuliga væl at skipa samferðsluna til og úr Nólsoy, skrivar Strandferðslan í tíðindaskrivi.
– Serliga nógv ferðafólk vóru við Ternuni frá tíðliga leygardag fyrrapart, til Ternan aftur hevði ein stuttan steðg í siglingini sunnumorgunin.
Sambart hagtølum hjá Strandferðsluni vóru 7.931 ferðaseðlar seldir frá fríggjadegnum 11. august til og við sunnudagin 13. august.
– Verður hugt at sertúrunum - Ovastevnutúrar - ið vóru settir inn frá leygarmorgun kl. 8:00 til sunnumorgun kl. 6:30, var ferðafólkatalið á hesum túrum tilsamans 6.922. Hetta sama tíðarskeiðið sigldi Ternan í alt 21 dupulttúrar (42 einkulttúrar), í mun til vanliga at sigla fimm dupultúrar ávíkavist leygardag og sunnudag.
Tølini hjá Strandferðsluni eru einvegis ferðaseðlar, so umroknað til ferðaseðil aftur og fram pr. ferðafólk kann sigast, at umleið 3.966 ferðafólk vóru við Ternuni fríggjadag til sunnudag, íroknað tey umleið 3.461 ferðafólkini, ið kunnu umroknast til at hava siglt báðar vegir á serstøku Ovastevnutúrunum, skrivar Strandferðslan.
Í juli vóru 11.906 einvegis ferðandi á Nólsoyarleiðini, svarandi til í miðal 384 einvegis ferðandi um dagin, ella í miðal 32 einvegis ferðandi á teimum 368 túrunum í juli, leggur Strandferðslan afturat.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 16. august 2023
Í vikuni læt Bowl upp í nýumvældu bowlinghøllini á Hálsi
Hósdagin læt nýumvælda bowlinghøllin upp aftur í Havn, nú við navninum Bowl.
Konseptið er tað sama, tó við ymsum afturat. Bowlingbanarnir eru nýggir, matstovan letur upp í nýggjum hami og eitt aktivitetsrúm er gjørt, har møguleiki er at spæla dart, boccia og ymiskt annað.
Eigararnir eru spentir upp á verkætlanina og siga at Bowl bæði er ætlað familjum við børnum, ungum, fótbóltsáhugaðum, vaksnum, ja øllum ið ynskja at hugna sær á ymsan hátt og eta væl.
Eigarar av Bowl eru Hjalti Hvítklett, Rúni Djurhuus, Ingi Solberg Joensen og Tóki Skeel Nolsøe. Dagligir leiðarar fyri nýggja hugnaliga staðnum eru Tóki Skeel Nolsøe, og Ingi Solberg Joensen.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 18. august 2023
Granskingin hjá Pál Weihe og øðrum á deildini fyri Arbeiðs- og almannaheilsu er serlig, m.a. tí hon er væl umboðandi eitt heilt fólk
Í vikuni varð drúgv grein um PFAS gransking almannakunngjørd á heimasíðuni hjá amerikanska tíðarritinum New York Times Magazine.
Í hesi greinini er samrøða við Pál Weihe, professara, um hansara lívlongu gransking í PFAS og øðrum dálkingarevnum.
Granskingin hjá Pál Weihe er gjørd á deildini fyri Arbeiðs- og almannaheilsu saman við nógvum góðum fólki í Føroyum og aðra staðni síðani 1986. Innsavnað tilfar og kanningar av mammum og børnum er skipað í kohortur, sum í vavi eru nakað heilt serstakt í granskingarhøpi. Tilfarið er bæði umfatandi og væl umboðandi eitt heilt fólk.
Í byrjanini vóru tað mest kyksilvur og líknandi dálkingarevni, sum vóru kannað, men síðani 2009 hevur eisiini verður granskað í PFAS dálking og árinum.
PFAS evni verða kallað ‘Forever Chemicals’ – ævinleika dálkingarevni – og eru alla staðni. Í nógvum av tí, vit eta, drekka og nýta. Vit eru enn bert so dánt byrjað at fáa innlit í, hvussu hesi evni ávirka heilsu okkara. Stóri spurningurin er, hvussu samfelagið og vit kunnu verja okkum móti teimum. Tí eitt vita vit við vissu: PFAS er skaðiligt, og hevur negativ árin á heilsuna.
Greinin kann lesast her við at stovna ein ókeypis brúkara. Greinin er 18 síður við myndum, og fer víða um, bæði í føroysku granskingini og í altjóða PFAS granskingini.
Ein stutt útgáva um evnið kemur á prenti í Sunday Magazine 20. august við heitinum: "Everywhere. Forever".
Kelda: gransking.fo
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 17. august 2023
Fýra mans og ein kvinna vóru í vikuni heiðrað fyri teirra íkast til ferðavinnuna, tónleikin og virksemi í lokala bjargingarfelagnum
Ingigerð á Trøðni varð heiðrað fyri sítt virksemi innan ferðavinnu, Ólavur Jøkladal fyri slóðbrótandi virksemi innan tónleik, og Jens Hansen, Edvard Kjeld og Heini Eysturoy vórðu heiðraðir fyri teirra virksemi fyri Havnar Bjargingarfelag í mong ár.
Heiðurstekin Tórshavnar Býráðs er heiðurstekin, ið verður latið starvsfólki, ið hava verið í tænastu hjá Tórshavnar kommunu í 30 og 40 ár, umframt borgarum, ið hava sýnt serligt hegni ella hava laðað týðandi varðar eftir seg á lívsleiðini. Borgari, sum hevur gjørt eitthvørt serstakt kommununi at gagni, kann fáa gullheiðurstekin, og heiðursbræv, sum lýsir, hví viðkomandi fær heiðursteknið.
Tað er ein nevnd, sum er sett saman við umboðum fyri meiriluta og minniluta í býráðnum og kommunustjóranum, sum eftir skrivligum tilmælum ger av, hvør borgari skal hava heiðurstekin. Í skrivliga tilmælinum skal í stuttum greiðast frá lívssøguni hjá borgaranum, og grundgevast skal fyri, hví mett verður, at borgarin skal hava heiðurstekin.
Nevndin hevur á seinasta fundi gjørt av, at fylgjandi persónar skulu fáa heiðurstekin Tórshavnar býráðs:
(Mynd: Tórshavnar kommuna)
Jens Hansen
Jens Hansen hevur verið virkin í Havnar Bjargingarfelag síðan síðst í sjeytiárunum og er enn virkin í felagnum. Jens varðar av dronutoyminum.
Samanumtikið hevur Jens Hansen í áravís ólønt brúkt tíð og orku uppá sera týdningarmiklar uppgávur í Havnar Bjargingarfelag, sum hava stóran týdning fyri bæði havnarfólk, Tórshavnar kommunu og føroyingar sum heild.
Fyri sjálvbodna arbeiðið í Havnar Bjargingarfelag verður Jens Hansen heiðraður við Gullheiðurstekini Tórshavnar býráðs.
(Mynd: Tórshavnar kommuna)
Edvard Kjeld
Edvard Kjeld hevur verið virkin í Havnar Bjargingarfelag síðani síðst í sjeytiárunum og er meira ella minni virkin enn. Edvard hjálpir til, tá tørvur er á tí.
Samanumtikið hevur Edvard Kjeld í áravís ólønt brúkt tíð og orku uppá sera týdningarmiklar uppgávur í Havnar Bjargingarfelag, sum hava stóran týdning fyri bæði havnarfólk, Tórshavnar kommunu og føroyingar sum heild.
Fyri sjálvbodna arbeiðið í Havnar Bjargingarfelag verður Edvard Kjeld heiðraður við Gullheiðurstekini Tórshavnar býráðs.
(Mynd: Tórshavnar kommuna)
Heini Eysturoy
Heini Eysturoy hevur verið virkin í Havnar bjargingarfelag, síðani hann var tannáringur. Hann tók millum annað lut í at bjarga smábátum eftir ódnina í 1984 og hevur verið virkin í felagnum síðani – undantikið lestrarárini í Danmark.
Heini Eysturoy er framvegis skipari á Rescue Lív.
Samanumtikið hevur Heini Eysturoy í áravís ólønt brúkt tíð og orku uppá sera týdningarmiklar uppgávur í Havnar Bjargingarfelag, sum hava stóran týdning fyri bæði havnarfólk, Tórshavnar kommunu og føroyingar sum heild.
Fyri sjálvbodna arbeiðið í Havnar Bjargingarfelag verður Heini Eysturoy heiðraður við Gullheiðurstekini Tórshavnar býráðs.
(Mynd: Tórshavnar kommuna)
Ólavur Jøkladal
Ólavur Jøkladal hevur alt sítt lív verið virkin innan tónleikalívið í Havn. Serliga á kórpallinum hevur hann verið slóðbrótandi og ein fyrimynd fyri mong.
Sum kórleiðari hevur Ólavur Jøkladal umboðað Havnina og Føroyar væl og virðiliga, innan- sum uttanlands. Hann var kórleiðari hjá Ebenezerkórinum í útvið 30 ár, og hevur eisini stovnað Tórshavnar Kamarkór og kórið Aurora Borealis, har hann var kórleiðari.
Harumframt hevur Ólavur verið organistur í fleiri ár, bæði í brøðrasamkomuni og í fólkakirkjuni, og hevur eisini verið við til at menna føroysku palllistina.
Sum tónaskald hevur hann framleitt fleiri verk, smíðað song- og sálmaløg, gjørt útsetingar, o.s.fr. Ólavur hevur nýtt sínar gávur til at tæna fólksligu mentanini, bæði í Føroyum, og ikki minst í Havn, har mong hava fingið gagn av tónlistarligu gávum hansara, og hava notið væl av hansara stóru vitan um tónleik og sang.
Fyri sítt drúgva og slóðbrótandi íkast til tónleika- og mentanarlívið í Havn, verður Ólavur Jøkladal heiðraður við Gullheiðurstekini Tórshavnar býráðs.
(Mynd: Tórshavnar kommuna)
Ingigerð á Trøðni
Ingigerð á Trøðni er ein av teimum, sum sá ferðavinnuna, tá hon næstan ikki var har og hevur sanniliga gjørt sítt til, at ferðavinnan í Føroyum fór at spíra og til at høvuðsstaðarkommunan í dag hevur eitt fjølbroytt úrval av ferðavinnutilboðum, sum bæði føroyingar og útlendingar njóta væl av.
Ingigerð á Trøðni var leiðari á Kunningarstovuni í 26 ár, til hon í 2011 fór frá vegna aldur, og var eitt av undangongufólkunum í Gongufelagnum í Havn og felagnum Tórshavn.
Henni dámdi væl at greiða ferðafólkunum frá møguleikunum í Tórshavnar kommunu, og mong eru tey, sum gjøgnum ár og dag hava fingið eitt gott ferðaminni heim við sær.
Umframt hevur hon eisini virkað við til, at miðbýurin var livandi við tiltøkum sum t.d. Mentanarnáttini og Jól í Miðbýnum.
Fyri sítt drúgva og trúgva íkast til at menna ferðavinnuna og miðbýin í Tórshavnar kommunu verður Ingigerð á Trøðni heiðrað við Gullheiðurstekini Tórshavnar býráðs.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 15. august 2023
391 dreingir og 370 gentur, til samans 761 næmingar, byrjaðu í fyrsta flokki hetta skúlaárið
Tilsamans 761 næmingar byrjaðu í fyrsta flokki mikudagin, vísir ein uppgerð hjá Skúlablaðnum.
Tað eru 391 dreingir og 370 gentur, sum í ár byrjaðu í fyrsta flokki.
Talan er um ein lítlan vøkstur samanborið við í fjør, tá um 730 børn fóru í fyrsta flokk.
Skúlin, sum tekur ímóti flest næmingum, er Skúlatrøð við 76 næmingum; tríggir teirra byrja í serflokki. Í fjør var tað Skúlin á Fløtum, sum tók ímóti flest næmingum, tá byrjaðu 77 næmingar har, í ár er talið á fyrstafloksnæmingum á Fløtum 72.
Í fimtan skúlum byrjaðu færri enn 10 næmingar; í fýra teirra bara ein næmingur.
Hetta skúlaárið er eins og í fjør 11 forskúlar við til samans 233 næmingum samanborið við 226 í fjør. Størsti forskúlin er í Skúlanum á Fløtum við 53 næmingum. Honum á baki koma Runavíkar kommunuskúli og Sankta Frans við ávikavist 48 og 47 næmingum.
Serflokkarnir eru tíggju í tali, næmingatalið er 208, harav 148 eru dreingir; harumframt kemur Lopfjølin, sum er partur av Skúlanum á Fløtum, við níggju næmingum.
Í teimum trimum frískúlunum ganga 169 næmingar. Størstur av frískúlunum er Frískúlin Keldan við 87 næmingum.
Næmingatalið fyri alt landið er 7.113.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 13. august 2023
Skúlin setir sjóneykuna á rørslu í ár, og bóðar næmingunum rørsluskeið í ítróttagreinunum tennis, bogaskjóting, kurvabólti og inniróðuri
Á Glasi var fyrsti skúladagur mikudagin, har væl omanfyri 500 næmingar høvdu teirra fyrsta skúladag.
360 næmingar byrjaðu á gymnasialum miðnámi á einum av teimum fimm breytunum, ið Glasir hevur. Breytirnar eru búskaparbreyt, hugbreyt, náttúrubreyt, fyrireikingarbreyt og skapandi fyrireikingarbreyt.
170 næmingar byrjaðu á yrkisbreytunum, sum eru bilbreyt, elbreyt, smiðju- og maskinbreyt, timburbreyt, hárbreyt og klædnaatstøði.
Seks næmingar byrja eisini á serbreytini hetta skúlaárið.
Talið á næmingum á Glasi er nakað tað sama sum undanfarin ár. Umleið 1.500 næmingar eru knýttir at Glasi hetta skúlaárið. Í mun til fólkatalið í Føroyum so ganga gott og væl tveir triðingar av samlaða føroyska ungdóminum í miðnámsaldri á Glasi.
Breytirnar á Glasi eru tær somu í ár sum í fjør. Skapandi fyrireikingarbreytin, ið varð sett á stovn í fjør, heldur fram. Nýggir næmingar byrjaðu á breytini mikudagin.
Eitt nýtt átak er, at Glasir í samstarvi við ÍSF hevur sett sjóneykuna á rørslu. Skúlin og ÍSF bjóða næmingunum eitt rørsluskeið í ítróttargreinunum soft-tennis, bogaskjóting, kurvabólti og inniróðuri, har næmingarnir fáa innlit í og roynt hesar ítróttargreinirnar í einum góðum felagsskapi, samstundis sum at pulsurin kemur upp.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 16. august 2023
18 lesandi til skipaførara, 24 til maskinmeistara og 16 til skipara og aspirant byrjaðu á Vinnuháskúlanum í vikuni
Í vikuni setti Vinnuháskúlin aftur seglini eftir summarsteðgin. Vinnuháskúlin tekur lesandi inn tvær ferðir um árið. Hesaferð mynstraðu 18 skipsførarar, 24 maskinmeistarar, 16 skiparar og aspirantar á Vinnuháskúlan. Tað eru umleið 200 lesandi á skúlanum.
Vinnuháskúlin arbeiðir miðvíst við at menna seg. Visiónin hjá skúlanum er, at útbúgva maritimar leiðarar í heimsklassa.
Eitt nú kann vísast á aspirantskipana, sum miðvíst verður ment. Vinnuháskúlin hevur seinasta árið fingið starvsvenjingaravtalu í lag við danska tangaskipareiðaríið Torm A/S.
Við hesi reiðaríavtaluni eru samstarvsfelagarnir: P/F Thor, Smyril Line, Bakkafrost, Skansi, Vørn, Havstovan, Sev, Mest, KSS, KJ-Hydraulik, Standferðslan og Torm.
Ein afturvendandi siðvenja á Vinnuháskúlin er, at fara ein túr við Westward Ho við nýggjum lesandi.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 18. august 2023
Eins og undanfarin ár, er fult teknað á Ítróttaháskúlanum
Ymsu skúlarnir kring landið eru so smátt byrjaðir aftur, og mánadagin 14. august byrjaði heystskeiðið á Ítróttaháskúlanum í Suðuroy.
Sudurras.fo skrivar, at eins og undanfarin ár er Ítróttaháskúlin fullsettur, nú heystskeiðið byrjar. Tilsamans er pláss fyri 48 næmingum.
Teir 48 næmingarnar, sum byrjaðu mánadagin, eru allir føroyingar. Summi ár hava útlendskir næmingar eisini verið á skúlanum.
Sum vant brúka næmingar á Ítróttaháskúlanum fyrstu dagarnar til sokallaðar “intro-dagar”. Tað er har næmingar og starvsfólk læra hvønn annan at kenna, samstundis sum tey hava nakrar góðar og hugnaligar dagar saman, skrivar Suðurrás.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 17. august 2023
Fyrsta vikan verður brúkt til at læra hvønn annan betur at kenna
Týsdagin byrjaðu 21 næmingar úr øllum Føroyum á Húsarhaldsskúla Føroya.
Fyrstu vikuna hava vit brúkt til at læra hvønn annan betur at kenna.
Næmingarnir hava grillað út í Grøv, verið gongutúr niðan á Klakk, busstúr í Klaksvík og annað.
Mikudagin gekk leiðin til Svínoyar har gist varð í Gamlagarði.
Ein spennandi og mennandi tíð fyri framman har næmingarnir sleppa gjøgnum eitt skeið í sjey mánaðir at royna sínar veingir – bæði gastronomiskt, kreativt og ikki minst sosialt.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 18. august 2023
Serligur dagur í Trongisvági í vikuni
- Mikudagin var ein heilt serligur dagur í Tvøroyrar kommunu, ja í Suðuroynni sum heild, tí fyrsti forskúlin í oynni læt dyrnar upp fyri spentum næmingum og foreldrum.
Soleiðis skrivar Tvøroyrar kommuna á heimasíðu sínari
Hin 29. september 2022, eftir tilmæli frá Mentanarnevndini, samtykti Tvøroyrar býráð einmælt at seta á stovn forskúla. Hesin forskúlin er nú farin í gongd. Hildið verður til í hølum í Trongisvágs skúla, har yngru flokkarnir í fólkaskúlanum eisini halda til.
Jouanita Schrøter Holm, Karin Kristina Eysturberg og Sheila Tjaldrastein Strøm fara at hava sína dagligu gongd í forskúlanum, og tær tóku ímóti saman við skúlastjóranum í Tvøroyrar skúla, Jón Johannesen. Næmingar og foreldur fingu síðani frágreiðing og rundvísing.
- Forskúlin er ætlaður sum bindiliðið til fyrsta flokk í fólkaskúlanum. Tá forskúlanæmingarnir koma í fyrsta flokk komandi ár, er vónin at teir hava lætt við at venja seg við tilveruna sum fólkaskúlanæmingar, tí ein stóran part av tí, ið teir her koma at hoyra um, hava teir longu hoyrt um í forskúlanum. Lærararnir í fólkaskúlanum kunnu tí vónandi hugsavna seg meiri um tað bókliga, heldur enn at brúka fyrstu mánaðirnar upp á at venja børnini til at vera still og lurta eftir, skrivar Tvøroyrar kommuna.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 17. august 2023
Hann tekur yvir eftir Andrias Magnussen, sum hevur verið aðalskrivari seinastu fimm árini
Tann 1. september byrjar Jákup Brúsá í starvi sum nýggjur aðalskrivari í Kirkjuligu Heimamissiónini, skrivar Trúboðin.
Hann tekur yvir eftir Andrias Magnussen, ið hevur verið aðalskrivari seinastu fimm árini.
Seinastu nógvu árini hevur Jákup rikið sína egnu fyritøku og starvast sum ráðgevi innan talgilda marknaðarførslu og samskifti. Harafturat hevur hann verið undirvísari á Fróðskaparsetrinum og á hægri nám á Glasi umframt at verið nógv umbiðin sum skeiðs- og fyrilestrahaldari. Hann hevur BA útbúgving innan Samskifti og Miðlar og eina MSc. innan Talgilda Marknaðarførslu.
Jákup, ið er 36 ára gamal, búsitandi á Argjum saman við konu síni Lív og dóttrini Vón, er ikki ókendur innan kristiliga arbeiði. Hann starvaðist sum ungdómsráðgevi í Heimamissiónini frá 2008 til 2010. Síðan hevur hann verið parttíðarsett samskiftisfólk í felagsskapinum seinastu átta árini. Hann er eisini næstformaður í stýrinum og formaður í ungdómsarbeiðinum í Meinigheitshúsinum í Havn.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 15. august 2023
Serstøk bókaframløga verður í býnum Riolunato í morgin, 18. august. Føroyavinurin Gianfranco Contri hevur týtt í samstarvi við Jógvan í Lon Jacobsen
Ein av teimum klassisku føroysku skaldsøgunum, og eitt av høvuðsverkunum eftir Heðin Brú, er nú útkomið í italskari týðing.
Hetta skrivar Fróðskaparsetur Føroya á heimasíðu sínari.
Tað er italiumaðurin og føroyavinurin Gianfranco Contri, sum hevur týtt "Feðgar á ferð" til italskt í samstarvi við Jógvan í Lon Jacobsen. Á italskum eitur bókin "Il vecchio e il figlio", sum merkir tann gamli og sonurin. Bárður Jákupsson hevur myndprýtt bókina, sum kemur út á italska forlagnum Adelmo Iaccheri editore í Pavullo.
- "Feðgar á ferð" kom út í 1940 og er týdd til mong mál. Tað síðsta í røðini er nú italskt. Gianfranco hevur eisini týtt fleiri føroyskar stuttsøgur til italskt, m.a. søgur eftir Heðin Brú, t.d. "Tann hvíta kirkan" og "Halgir". Onkrar av søgunum eru útgivnar á italskum. Hann var við í ritstjórnini á eini norðurlendskari bókmentasøgu, sum kom út í 2019 við heitinum "Storia delle letterature Scandinave", har hann hevur skrivað um føroyskar bókmentir. Henda bók verður brúkt í undirvísing á universitetum í Italia, skrivar setur.fo.
Um høvundan skrivar heimasíðan hjá Setrinum, at Gianfranco Contri býr í teirri lítlu fjallabygdini Riolunato. Hetta er í Emilia-Romagna økinum í Toscana; t.v.s. í Norðuritalia. Har búgva bara eini 700 fólk. Hann er útbúgvin søgufrøðingur og hevur arbeitt sum lærari í økinum. Orsøkin til at hann valdi at týða Feðgar á ferð er, at hann fyri nógvum árum síðani skrivaði eina ritgerð um bókina.
Í 1982 kom Gianfranco til Føroya á fyrsta sinni. Hann var tá staddur í Onglandi, og tá ið hann hoyrdi um Føroyar, tók hann motorsúkkluna við sær umborð á Smyril og fór til Føroya. Hann varð verandi í Føroyum og arbeiddi ymsastaðni, m.a. á Skála skipasmiðju, har hann umsetti úr italskum til enskt. Nú fekk hann áhuga fyri tí føroyska málinum og fór undir at læra seg føroyskt. Síðani Gianfranco fyrstu ferð var í Føroyum í 1982, hevur hann javnan vitjað aftur. Í 1999 fór hann undir arbeiðið við teirri Føroysk-italsku orðabókini, sum kom út í 2004. Tað arbeiðið varð gjørt á Føroyamálsdeildini.
- Hann hevur bæði skipað fyri ferðum úr Italia til Føroya og úr Føroyum til Italia. Fyri nøkrum árum síðani skipaði Gianfranco fyri einum túri til Riolunato, har teir føroysku gestirnir fingu skeið í italskum og italienarar fingu skeið í føroyskum.
"Il vecchio e il figlio" varð løgd fram í gjár, fríggjadagin 18. august, á bókasavninum í Riolunato. Nú tosa kendur feðgarnir italskt - ikki bara feðgarnir men eisini Lias Berint, Klávus, Ketilskona og øll hini.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 17. august 2023
Hóast bókin er stutt og lætt lisin, kemur hon víða um, alt frá gamla Grikkalandi upp til nútíðar fólkaræðið í Føroyum – Bókin er ætlað 1. árs-lesandi á Søgu- og samfelagsdeildini á Fróðskaparsetrinum og sum ískoytistilfar til miðnámslesandi í samfelagsfrøði, søgu og heimspeki, ið ynskja at kava djypri niður í evnið fólkaræði
Beinta í Jákupsstovu hevur meginpartin av starvsleið síni verið professari við Háskúlan í Molde. Har hevur hon undirvíst í ymiskum samfelagsvísindaligum lærugreinum, m.a. fólkaræði. Eisini hevur hon undirvíst í nógv ár á Fróðskaparsetrinum.
Nú hevur Beinta skrivað eina innleiðslubók um evnið við heitinum ”Fólkaræði – hvat, hví og hvussu”. Sostatt fær lesarin at vita, hvat hugtakið fólkaræði fevnir um, hví fólkaræði hevur ment seg í ymiskum tíðarskeiðum, og hvussu tað hevur ment seg á ymiskan hátt.
Hóast bókin er stutt – 84 síður – og lætt lisin, kemur hon víða um, alt frá gamla Grikkalandi upp til nútíðar fólkaræðið í Føroyum.
Fólkaræði hevur leingi verið høgt í metum kring okkara leiðir, serliga síðani Berlinmúrurin fall í 1989, og ”Kalda kríggið” varð avloyst av ”End of history”-bjartskygninum í 1990’unum. Fíggindar fólkaræðisins tyktust bastir, og hildið var at fólkaræðið hevði vunnið endaligan sigur.
Í dag vita vit betur. Seinastu áratíggjuni hava aðrar stýrisskipanir tikið seg fram og lagt fólkaræðið undir trýst, ikki minst nú einaræðið Russland hevur gjørt innrás í fólkaræðið Ukraina, eins og talufrælsið er vorðið eitt stríðsmál í altjóða høpi.
Fólkaræði er ikki nøkur sjálvfylgja, men má verjast og røkjast fyri at kunna mennast. Tí er evnið átrokandi at viðgera í hesum tíðum. Til tess er neyðugt við einari fakligari barlast, soleiðis at ung sum vaksin duga at skyna á, hvat er fólkaræðiligt, minni fólkaræðiligt ella einaræðiskent. Bókin, ið Nám hevur givið út, viðger týdningarmestu hugtøkini um fólkaræði stuðlað av eini gjølligari kelduskipan, ið ger lesaran føran fyri at kunna seg víðari í øðrum bókmentum.
Bókin er ætlað 1. árs-lesandi á Søgu- og samfelagsdeildini á Fróðskaparsetrinum og sum ískoytistilfar til miðnámslesandi í samfelagsfrøði, søgu og heimspeki, ið ynskja at kava djypri niður í evnið fólkaræði, t.d. í verkætlanararbeiði ella tvørfakligum samstarvi.
Eisini hevur bókin almennan áhuga fyri øll, ið ynskja eina innleiðslu til evnið. Bókin er stutt og um stór evni, men vónandi kann hon vera ein stuðul til at skilja og meta um aðrar tekstir um fólkaræði og ein brellbiti til at lesa meira.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 14. august 2023
Skal eitt nú framføra á stóra showcase-festivalinum by:Larm í Oslo
Marius Ziska hevur sum kunnugt miklan viðgang heima í Føroyum, og hann hevur eisini havt fleiri konsertir í Danmark og Týsklandi. Nú lítur Marius fram móti Noregi og kunnger fimm konsertir, sum eisini fevna um sjálva by:Larm i Oslo.
Konsertirnar eru:
Týsdagin 12. septembur – Bergen, Lille Ole Bull
Mikudagin 13. septembur – Kristiansand, Vaktbua
Hósdagin 14. septembur – Stavanger, Folken
Fríggjadagin 15. septembur – by:Larm, Oslo
Leygardagin 16. septembur – by:Larm, Oslo
by:Larm-festivalurin er altíð í Oslo, og er sambært festivalinum sjálvum bæði tann størsti og týdningarmesti showcasefestivalurin í Skandinavia. Her upplivdu publikum og tónleikavinnan Brimheim og Joe & The Shitboys í 2022, ið var fyrstu ferð, at Føroyar høvdu tónleikarar á skránni í einum og sama ári.
Marius Ziska gleðir seg almikið til at royna nýggjar leiðir:
- Vit eru sera spentir upp á at sleppa til Noregs at spæla í septembur. Vit hava í fleiri ár verið á konsertferðum í Danmark, Týsklandi og aðrastaðni, men av einari ella aðrari grund hava vit ongantíð verið í Noregi og spælt enn. Ikki fyrr enn nú! Tað er eisini feitt at vita, at norðmenn hava varnast okkara tónleik, hóast vit ikki hava verið har og spælt. Nú sleppa vit so at spæla fyri teimum live, og tað gleða vit okkum ómetaliga nógv til!
Konsertirnar eru fingnar í lag í samstarvi við norska bíleggingarfelagið Polar Artist, sum við fleiri høvi hevur verið vertur sum umboð her í Føroyum.
Eirik Søreide, sum er stjóri og eigur Polar Artist, sigur í viðmerking:
- Tað er gleðiligt at kunna vera við at presentera Marius Ziska á by:Larm og í Noregi! Marius er ein musikari, sum vit hava fylgt við leingi, og sum vit ikki ivast í fer at hava viðburð eisini í Noregi. By:Larm er ein sera spennandi pallur fyri framtíðar átøk í Noregi, og hinar konsertirnar verða vónandi á tí støði, sum vit ynskja okkum.
Marius hevur eisini fyri kortum kunngjørt nýggjar konsertir í Danmark. Tær eru:
20. septembur – Bredsten, Engelsholm
23. septembur – Køge, Tapperiet
28. septembur – Aalborg, Studenterhuset
29. septembur – Svendborg, Harders
30 september spælir hann í ARoS í Aarhus.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 17. august 2023
Verður hildið leygarkvøldið 26. august – kvøldið fyri at sangarin og sangskrivarin fyllir sjeyti
Í sambandi við, at tónleikarin og sangskrivarin Martin Joensen verður sjeyti ár, verður skipað fyri fagnaðarkvøldi í heimbygdini Vestmanna leygarkvøldið 26. august.
Vestmanna kommuna og Sprotin skipa fyri tiltakinum, ið verður hildið í Miðnámi í Vestmanna.
Á skránni eru tónleikur og røður og bókaframløga.
Tey, ið tulka sangirnar hjá Martini eru Lena & Niclas, Bárður á Lakjuni, Terje Vestergaard, Eivør, Vestmenn og Vestmanna sangkór.
Tey, ið flyta røður, eru Bjørg á Rógvi, bygdarráðsforkvinna, Siri Stenberg, landsstýriskvinna við mentamálum, Jonhard Mikkelsen og Sunleif Rasmussen.
Á tiltakinum verður eisini nýggja bókin “Martin Joensen – tekstir og løg ígjøgnum hálva øld” løgd fram og fæst eisini til keyps.
Tiltakið er frá kl. 20 til 22 við steðgi ímillum. Í steðginum borðreiðir kommunan við leskiligum munnbitum og ymiskum leskandi. Eftir tiltakið hevur Faer Isles Distillery opið og spennir seg út, meðan Vestmenn seta lív í.
Tiltakið kostar 300 krónur og fáast til keyps á atgongumerki.fo.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 14. august 2023
Fyrra konsertin við Biritu Adelu, Douglas Yates og Aksel Remmel, var í Norðurlandahúsinum í gjár, og tann seinna verður sunnudagin í Mentanarhúsinum í Fuglafirði
Hetta vikuskifti skipar Opera.fo fyri ”Bel canto”- konsertum. Tann fyrra var í gjárkvøldið í Norðurlandahúsinum, og tann seinna sunnudagin kl. 16 í Mentanarhúsinum í Fuglafirði.
“Bel canto” ið á italskum merkir “vakur sangur”, verður nýtt bæði um klassiskan sangteknikk og um eitt ávíst tíðarskeið, tá komponistar sum Donizetti, Bellini, Rossini og Verdi livdu. Og júst hetta verður á skránni, tá tey bæði, Birita og Douglas, saman við dugnaliga klaverleikaranum Akseli Remmel, trína á pall.
Birita Adela byrjaði sína klassisku sangútbúgving í Nürnberg, í meistaralæru hjá Douglas Yates, og hevur seinnu árini verið verkætlanarleiðari hjá Opera.fo. Umframt ymiskar uppgávur uttanlands hevur hon m.a. sungið leiklutin Náttardrotningin í barnaoperuni “Gandafloytan”, sum var sýnd á Tjóðpallinum í fjør.
Douglas Yates, ið er úr Texas, hevur vunnið stórar sangkappingar kring Evropa og USA, og er tríggjar ferð á rað tilnevndur “ársins sangari” av Metropolitan Opera National Council. Á føroyska pallinum kenna vit hann frá uppsetingum hjá Opera.fo í leiklutunum Don Giovanni - “Dagbókin hjá Leporello” (2018) og Sarastro - “Gandafloytan” (2022).
Aksel Remmel er útbúgvin á Kongaliga Danska Musikkonservatoriinum í Keypmannahavn. Hann hevur framført bæði við Aldubáruni og sum solistur til Nýggjárskonsertina hjá Føroya Symfoniorkestri. Eisini er hann partur av føroyska ensemblinum EKA, sum í fjør vann FMA heiðursløn fyri ársins navn í opna bólkinum.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 13. august 2023
Frímerki nr. 1000 hjá Martin Mörck er størsta av sínum slag. Hini bæði evnini eru rúmdarferðin Hugin og fiskasøla í Vágsbotni
Við teimum trimum nýggju frímerkjunum, sum komu út í vikuni, fevnir Posta um allan heimin og enntá heilt út í rúmdina.
Posta hevur enn eitt frímerki nr. 1000 á skránni – tað størsta av sínum slag, eina rúmdarferð og fiskasølu í Vágsbotni.
Frímerki nr. 1000 hjá Martin Mörck
Fríggjadagin 11. august kundi Martin Mörck, heimsins virknasti núlivandi frímerkjasniðgevi og -gravørur, hátíðarhalda útgávuna av frímerki sínum nr. 1.000.
Posta hevur leingi samstarvað við Martin Mörck og givið út 48 av verkum hansara, harav 40 sum vanlig frímerki og átta sum postgjaldsmerki.
Martin Mörck hevur stóran tokka til Føroyar og á Posta eru tey sera fegin um, at hansara frímerki nr. 1000 bleiv ein føroysk útgáva. Umframt at vera frímerki nr. 1000 hjá Martini Mörck, er hetta eisini størsta frímerkið nakrantíð, sum er graverað við hond. Støddin er 62 x 82 millimetrar, meðan tað næststørsta av hesum slag er 55 x 75 millimetrar. Málningin málaði Emil Krause í 1933.
Huginn rannsóknarferðin
Seinni í august fer danski astronauturin, Andreas Mogensen, á rannsóknarferð til altjóða rúmdarstøðina ISS. Heitið á rannsóknarferðini er ”Huginn”, uppkallað eftir øðrum av Óðins ravnum. Í hesum sambandi geva Posta og Tusass Grønland í samstarvi við ESA – European Space Agency – út eina felags frímerkjaútgávu. Anker Eli Petersen hevur sniðgivið smáarkið.
Fiskasøla í Vágsbotni
Í Havn var frá eldri tíð vanligt at fara oman til bátar, sum høvdu verið á floti, at keypa fisk frá teimum. Hendan siðvenja er varðveitt m.a. í Havn, og hevur fingið góð kor, tí kommunan hevur gjørt eitt sølutorg í Vágsbotni, har tað dagliga ber til at keypa fisk og fiskavørur og stundum eisini grønmeti, kjøt, súltutoy og aðrar heimavirkaðar vørur. Mynd: Tjóðsavnið / Gjertrud M. Gravesen.
Longri greinar um frímerkini kunnu lesast á www.stamps.fo.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 15. august 2023
Bæði í Danmark og Noregi verður í hesum døgum dúgliga kjakast um, hvussu og um londini fara at megna at røkka sínum veðurlagsmálum
Ógvusligu broytingarnar í veðurlagnum, sum hava verið serstakliga herviligar í ár, hava fingið politikarar, vísindafólk, veðurlagsnevndir oo. við ST aðalskrivaranum á odda til at rópa varskó og krevja, at meira ítøkiligt verður gjørt fyri at minka um CO2 útlátið, sum verður mett at verða ein høvuðsorsøkin til veðurlagsbroytingarnar og ein tann stórsta hóttanin móti jørðini og harvið mannaættini.
Bæði í Danmark og í Noregi verður í hesum døgum dúgliga kjakast um, hvussu og um londini fara at megna at røkka sínum klimamálum.
Eisini í Føroyum eru nógvar røddir frammi um, at vit eiga at gera meira fyri at minka um útlátið, seinast í løgmansrøðuni, og í síni røðu í sambandi við løgmansrøðuna gjørdi landsstýriskvinnan í umhvørvis- og orkumálum, Ingilín Strøm greitt, at landsstýrið í vetur fer at leggja uppskot fyri tingið um lóg, sum skal fevna um bindandi mál fyri útlátinum.
Í grannalondum okkara, Danmark og Noregi hava tey longu lóggávu, sum hevur bindandi mál fyri at minka um CO2 útlátið. Danir hava sett sær fyri at minka um útlátið við 50 prosentum í 2025, 70 prosentum í 2030 og at gerast klimaneutral í 2045.
Í Noregi hava tey m.a. bundið seg til at minka um útlátið við 55 prosentum í 2030. Og soleiðis kunnu vit halda fram frá landi til land, har málini eru ymisk og ójøvn. T.d. ætlar Kina sær ikki at vera klimaneutralt fyrr enn í 2060.
Júst í hesum døgum hevur kjakið um hesi málini tikið dik á seg í Danmark, tí andstøðuflokkarnir halda ikki, at stjórnin ger nokk fyri at røkka málunum, og í Noregi eru veðurlagsmálini ein týðandi partur av komandi kommunuvalstríðnum í heyst.
Stóri spurningurin í danska klimakjakinum er, um stjórnin megnar at liva upp til klimakrøvini í 2025. Stjórnin sigur, at hon manglar eina hálva millión tons av CO2 til tess at røkka málinum, og tað fer hon at megna við komandi tiltøkum. Klimaráðið, sum ráðgevur myndugleikunum vil hinvegin vera við, at stjórnin tørvar 2 mió. tons av CO2 minking aftrat til tess at røkka 2025 málinum. Stjórnin hevur kallað allar flokkar til samráðingar um, hvat skal henda komandi tíðina til tess at røkka málunum í 2025. Her eru ymisk uppskot á borðinum.
Andstøðuflokkarnir stuðlaðir av fleiri framstandandi donskum miðlum sum Politiken, Børsen og Zetland siga, at stjórnin als ikki tekur klimaávaringarnar í nóg stórum álvara og verður m.a. sagt, at neyðugt er við at minka um forbrúkið, og til tess er m.a. neyðugt við eini mentalitesbroyting millum allar danir, har minni kjøtnýtsla er eitt av høvuðskrøvunum.
Til hetta hevur klimaráðharrin víst á, at tingini mugu gerast skipað og soleiðis, at 80 prosent av fólkinum kann taka undir við tí, sum verður gjørt ella sum ráðharrin hevur úttalað: “Vi skal have en klimapolitik, sum 80 prosent af danskerne kan se sig í."
Í grein í Politikken nú um dagarnar siga teir báðir donsku ráðharrarnir við ábyrgd fyri veðurlagnum, Dan Jørgesen og Lars Aagaard, at Danmark er undangonguland, tá talan er um grøna orkuskiftið. Og vísa harvið aftur nógvar av atfinningunum, sum eru settar fram móti stjórnini. Eitt nú verður víst á stóru ætlaninar fyri útbygging av havvindorkuni, og tað, sum hetta hevur við sær fyri grøna orkuskiftið.
Orkan.fo, sum hevur roynt at fylgja hesum orðaskiftinum, kann vísa til tær seinastu sendingarnar í DR, sum snúgva seg um klima og minking av CO2.
Leinkja til Aftenshowet á DR1 - Hvordan løser vi klimaudfordringerne
Leinkja til P1 Debat á DR - Folkelig klimapolitik?
Leinkja til Deadline á DR2 - Må klimapolitiken splitte?
Aðrar keldur til hesa grein eru Politiken og NRK.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 18. august 2023
Ein millión tunnur av olju tiknar úr rustaðum vanlukkutangaskipi – ST framt eitt bjargingarbragd
- Vit hava forðað fyri, at ein tikkandi bumba brast, sigur Achim Steiner, stjóri fyri menningargrunninum hjá ST, UNDP, við Ritzau. ST stovnurin hevur fyrireikað bjargingina í tvey ár og hevur útvegað pening at fíggja hana.
Í fleiri ár hava myndugleikar av ymsum slag borið ótta fyri, at hol fór at koma á tangaskipið ella eldur kom í tað. Tað hevði havt við sær eina ógvusliga umhvørvisvanlukku.
Tað er kríggið í Yemen, sum síðani 2015 hevur gjørt tað ómøguligt at viðlíkahalda skipið, og hesi seinastu árini er vandin fyri eini vanlukku bara vaksin. Sambært ST aðalskrivaranum António Guterres hevur bjargingin forðað fyri eini ógvusligari umhvørvis- og humaniterari vanlukku.
Um oljan rann á sjógv hevði uppruddingararbeiðið kostað einki minni enn 136 milliardir krónur. Enn írestar tó peningur til at gera arbeiðið liðugt. Øll oljan er nú flutt yvir í eitt annað tangaskip. Síðani skal hon flytast og goymast á tryggum stað.
Tangaskipið Safer, sum talan er um, hevur ligið fyri akker seinastu 47 árini uttan fyri havnabýin Hodeida í Yemen og hevur virkað sum ein flótandi oljugoymsla.
Bjargingararbeiðið hevur verið sera trupult, ikki minst tí, at eingin hevur viljað tikið uppgávuna á seg, men so tók ST um endan og tók ábyrgdina av arbeiðinum. Um oljan varð farin í havið hevði hon fingið álvarsligar avleiðingar fyri bæði havið og íbýggjararnar í strandaøkjunum í Yemen. Umleið 17 milliónir fólk høvdu kunnað verið ávirkað av eini vanlukku.
Umframt ávirkanina á fólk og náttúru, so hevði ein vanlukka eisini steðgað ferðsluni gjøgnum Suez veitina í fleiri vikur, og tað hevði fingið stórar búskaparligar avleiðingar skrivar Ritzau.
Mett verður, at ein vanlukka hevði havt við sær, at fýrar ferðir so nógv olja varð likin út í havið enn við vanlukkuni við oljatangabátinum Exxon Valdez í Alaska í 1989.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 14. august 2023
Molde skoraði til 3-2 samanlagt í 111. minutti, og harvið er Champions League-ævintýrið hjá KÍ av. Europa League play-off er á skránni næstu tvær vikurnar
Tað gekk ikki. Eitt skot stutt inni í KÍ-brotsteignum í samband við eitt hornaspark har KÍ ikki fekk ruddað burtur, endaði í netinum, og KÍ hevði ikki megi og mátt at svara aftur seinastu tíggju minuttirnar í longdari leiktíð.
Klaksvíkingar fingu annars strítt seg til longda leiktíð eftir eina tunga byrjan, mál ímóti og nógv trýst. Liðið hjá Magne Hoseth spældi eftir førimuni ein heilt góðan annan hálvleik í vanligu leiktíðini og kundi avgjørt tað.
Luc Kassi var sentrimetrar frá, tá hann í máleteignum stútaði bóltin eftir framúr hornaspark frá Árna Frederiksberg úr høgru síðu. Bólturin rakti yvirleggjaran og sprakk niður í svørin beint við mállinjuna.
So nær var KÍ við play-off umfar í Champions League, hóast Molde var betri á degnum og hevði spælyvirvág.
Fáir møguleikar í fyrra hálvleiki
Sum væntað legði heimaliðið hart út við dystarbyrjan, og KÍ var undir næstan støðugum trýsti fyrstu umleið tjúgu minuttirnir - so at siga til beint eftir at Molde hevði lagt seg á odda.
Hetta var eftir hornaspark úr vinstru síðu, har KÍ ikki avgreiddi støðuna nóg væl áðrenn, og tá bólturin so kom innfyri. Tað var í 17. minutti, at Kristian Eriksen stútaði bóltin framvið Nils Jonatan Johansson, sum hevði hendurnar á bóltinum.
Stutt frammaundan var fagnaður á Aker leikvøllinum, men tá varð málið kolldømt vegna rangsstøðu. Hetta var eftir VAR-kanning.
KÍ megnaði ikki at skapa nakra støðu av týdningi frameftir í fyrra hálvleiki, fyriuttan einaferð Árni Frederiksberg stútaði móti málinum eftir framlegging frá Luc Kassi.
Frálíkir áskoðarar
Mongu áskoðarnir hjá KÍ vóru eisini frálíkir í Molde - nú skal nøsin vendast móti Europa League í evropeiskum høpi. KÍ spælir play-off dyst á heimavølli hoskvøldið um níggju dagar. Áðrenn er dystur móti 07 Vestur á skránni í Betrideildini.
UEFA Champions League 3. umfar, seinni dystur
Týsdagin 15. august
Molde FK - KÍ 2-0 eftir longda leiktíð - 1-0 eftir vanliga og 3-2 samanlagt
17' Kristian Eriksen 1-0
112' Martin Linnes
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 15. august 2023
Eins og í fjør, endaði góða evropeiska summarið hjá B36 við tapi fyri sterkari mótstøðu í triðja umfari í Conference League
B36 var aftanfyri 1-3 eftir dystin í Føroyum, og legði bragdliga fyri í nógva hitanum í Rijeka hóskvøldið. Í fyrsta álopinum vann Bjarki Nielsen, ið avloysti skadda Hannes Agnarsson bóltin, men trekkið framvið málverjanum gjørdist ov langt.
Fimm minuttir seinni hevði Andrass Johansen gott langskot eftir deyðbóltastøðu, og sum heild vann B36 nógv góð fríspørk.
Í verjustøðu var tað aftur heilt gott í pørtum av dystinum, men eins og á Tórsvølli kom heldur lætt mál inn eftir horna. Tað var longu í 14. minutti og so doyði uppgerðin nakað.
Tað vóru omanfyri 30 hitastig, 4-1 samanlagt og hetta merktist, hóast liðið hjá Dan Brimsvík stríddist væl undir torførum umstøðum.
Eitt mál kom afturat seint í dystinum, og tað var ongantíð spenningur í uppgerðini samanlagt aftur.
B36 spældi seg aftur víðari tvær ferðir víðari í summar - nú kann liðið hugsavna seg um heimligu kappingina.
Rijeka - B36 2-0 (1-0) - samanlagt 5-1
14’ Marco Pašalić
82’ Alen Grgić
(Mynd: Ingi Arge / B36)
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 17. august 2023
Hesaferð var tað Oddur Petersen, ið skoraði, og talan var um søtan 3-2 sigur á Svangaskarði. Topp-fýra stríðið livir, meðan B68 er í áleið somu støðu í botnstríðnum
Seinasti dystur í 18. umfari í Betrideildini farna vikuskiftið millum B68 og 07 Vestur gjørdist ógvuliga dramatiskur og undirhaldandi og varð ikki avgjørdur fyrr enn í yvirtíðini. Bæði liðini brendu eisini hvør sitt brotsspark.
Mohammed Samba legði út við góðum fluktara í 24. minutti eftir innlegg úr vinstru, men fýra minuttir seinni, javnaði Teitur Olsen við stútara eftir innlegg úr høgru. Beint fyri steðgin misnýtti Uros Stojanov brotsspark:
Serbiski áleyparin gjørdi tað gott aftur eftir ein tíma, tá hann setti høvdið á góðan bólt frá Mathiasi Voss, sum aftur hevði næstseinasta fótin á hjá 07. Tíggju minuttir seinni javnaði Jørgen Nielsen fyri heimaliðið við góðum skoti eftir flatt og hart innlegg frá Fríða í Túna Petersen.
Jørgen var tó maðurin, ið brendi brotsspark í 79. minutti, tá B68 kundi avgjørt dystin: Ari í Haraldsstovu Petersen las rætt, og bjargaði harvið lættliga.
Framvegis 2-2 og dysturin bylgjaði aftur og fram. Bæði liðini fóru hart eftir sigrinum, og í yvirtíðini snittaði innskifti Eiler Fróðason - ið tryggjaði 07 Vestur javnleik móti B36 - víðari til Oddur Petersen. Sørvingurin við stóra gjøgnumbrotinum í ár var ísakaldur, og so kundu teir í 07 Vestur leguni stórfegnast annan dystin á rað heilt seint.
07 Vestur hevur nú 29 stig, og sambandið við Víkingi er framvegis har - B68 er í somu støðu í botninum sum áðrenn umfarið, uttan tað at EB/Streymur er farið framvið.
Adrian Rúnason Justinussen skoraði trý mál og legði upp til eitt í Fløtugerði (Mynd: Sverri Egholm)
Áðrenn henda dystin høvdu bæði havnarliðini verið í dysti. HB vann fið fimm málum móti ÍF og B36 vann 4-0 á TB
Eftir bert fimm minuttir í Fulgafirði var longu 0-2. HB var komið við greiðum endamáli, og liðið hjá Jákup Martini Joensen hølvaði heimaliðið av. Tað var 5-0 í steðginum, og hóast ÍF minkaði um munin tvær ferðir, so varð munurin fimm mál, tá samanumkom.
Serliga Adrian Rúnason Justinussen var í hopla. Álopskendi miðvallarin gjørdi hattrikk, og Dan í Soylu skoraði eisini tvær ferðir.
HB er byrjað heilt væl eftir summarsteðin, og í løtuni eru sjey stig upp til KÍ. ÍF er undir strikuni og skal savna seg til næsta dyst.
B36 spældi sín fjórða dyst uppá tíggju dagar, men tað var eingin slingur í valsinum, tá TB vitjaði. Valerijs Sabala skoraði fyrst, síðani skoraði Magnus Egilsson, sum spældi miðverji í hesum dystinum, tvær ferðir - fyrst við frísparki og síðani brotssparki. Til seinast fekk blaðungi Carl Mikkelsen skorað sítt fyrsta mál í Betrideildini.
17-ára gamli Mattias Hellisdal legði upp til fyrsta málið, so tað var góður dagur hjá ungu B36'arunum og breiddini. Liðið hjá Dan Brimsvík hevur nú longu fleiri stig enn alt kappingarárið í fjør.
Sunnudagin 13. august
B68 - 07 Vestur 2-3 (1-1)
24' Mohammed Samba (Bárður Ólavsson Jensen) 1-0
28' Teitur Olsen (Mathias Voss) 1-1
61' Uros Stojanov (Mathias Voss) 1-2
71' Jørgen Nielsen (Fríði í Túni Petersen) 2-2
90 (+3)' Oddur Petersen (Eiler Fróðason) 2-3
B36 - TB 4-0 (2-0)
29' Valerijs Sabala (Mattias Hellisdal) 1-0
45' Magnus Egilsson 2-0
74' Magnus Egilsson (br.) 3-0
90' Carl Mikkelsen (Taufee Skandari) 4-0
ÍF HB 2-7 (0-5)
01' Áki Samuelsen (Ari Mohr Jónsson) 0-1
6' Adrian Justinussen (Viljormur Davidsen) 0-2
18' Mikkel Dahl (Adrian Justinssen) 0-3
23' Adrian Justinussen (Mattias Præst Nielsen) 0-4
36' Dan í Soylu (Ari Mohr Jónsson) 0-5
57' Jhon Mena Perez 1-5
60' Hans Jákup Lervig 2-5
72' Adrian Justinussen, br. 2-6
77' Dan í Soylu 2-7
Reytt kort: Jan Ellingsgaard (72')
Leygardagin 12. august
AB- EB/Streymur 1-3
6’ Brian Jacobsen (Filip í Liða) 1-0
24’ Filip Djordjevic (Steven Van Dijk) 1-1
84’ Rani Hansen (Mikkjal Hellisá) 1-2
90’ (+2)’ Niklas Kruse (Markus J. Hellisdal) 1-3
Fríggjadagin 11. august
Víkingur - KÍ 2-1 (2-0)
11' Olaf Bárðarson (Aron Jarnskor Ellingsgaard) 1-0
15' Poul Kallsberg 2-0
75' Páll Andrasson Klettskarð (Patrick Da Silva) 2-1
1. KÍ 48 stig *
2. HB 41 stig
3. B36 40 stig
4. Víkingur 33 stig
5. 07 Vestur 29 stig
6. EB/Streymur 16 stig *
7. TB 15 stig
8. B68 14 stig
9. ÍF 12 stig
10. AB 10 stig
* Ein dyst færri
19. umfar í Betri Deildini verður spælt hetta vikuskiftið:
Leygardagur kl. 18: HB - ÍF
Sunnudagur kl. 15: Víkingur - TB
Sunnudagur kl. 15: KÍ - 07 Vestur
Sunnudagur kl. 17: EB/Streymur - AB
Mánadagur kl. 18: B36 - B68
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 13. august 2023
Ikki óvæntað gjørdist tað toppskjúttin í UEFA Champions League, Árni Frederiksberg úr KÍ, ið bleiv valdur til besta spælara í Betri Deildini hjá monnum í juni og juli mánaði
– Ja, hvat skal man siga…? Tað hevur gingið sera væl í heimligu kappingini, og í evropeisku dystunum hevur eisini hilnast væl. Og so at fáa hendan heiðurin afturat, er slett ikki so galið. Hetta eri eg sjálvandi glaður fyri, men hesin heiður skal eisini deilast við mínar liðfelagar og øll hini rundan um liðið, sigur Árni Frederiksberg við heimasíðuna hjá FSF.
Tað munnu vera fá fótbóltsáhugað, fyri ikki at siga eingin, ið ikki hava hoyrt um Árna Frederiksberg í summar.
Hann er ein av berandi kreftunum á krútsterka KÍ liðnum, og eftir 17 umfør í fremstu deildini, hevur Árni Frederiksberg skorað átta mál. Samstundis hevur vinstrabeinti runavíkingurin í Klaksvík av álvara prógvað, at høgra beinið eisini er vandamikið.
Og tað eru ikki bara føroysku mótstøðuliðini, ið hava fingið høvuðbrýggj av Árna og hansara bóltførleika. Eisini ungarsku, svensku og norsku meistarunum hevur hann drigið til vitloysi, og í løtuni er hann toppskjútti í UEFA Champions League 2023/2024, ið av mongum verður skýrd at vera heimsins sterkasta fótbóltskapping.
Og nú besti spælari í juni og juli mánað skuldi kjósast í Betri Deildini hjá monnum, fekk Árni Frederiksberg úr KÍ flestar atkvøður. Nummar 2 bleiv Magnus Holm Jacobsen úr 07 Vestur, og á einum deildum triðja plássi endaðu Brian Jakobsen úr AB, og René Shaki Joensen úr KÍ.
Tað eru landsliðsvenjarar, miðlafólk og viðmerkjarar, ið atkvøða fyri besta spælara hvønn mánað. Fyri heiðurin fekk Árni Frederiksberg handað eitt gávukort og eina glasstandmynd. Tað var pápi Árna, Regin Frederiksberg, ið vegna Fótbóltssamband Føroya stóð fyri handanini.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 12. august 2023
Víkingur vann seg í finaluna við 4-1 sigri á Reykjavík-grannum hóskvøldið. Gunnar Vatnhamar og liðfelagirnir bresta saman við Pætur Petersen Jóan Símun Edmundsson og KA
Um ein mánaða verður íslendska steypafinalan í mansfótbólti. Áður hava føroyingar spælt steypafinalu í Íslandi, og í ár verður tað serstakt, í tann mun at føroyingar skulu spæla móti hvørjum um steypið.
Pætur Petersen hevði fyri stuttum stóran leiklut, tá KA vann á Klæminti Olsen og Breiðablik í hálvfinalu eftir brotssparkskapping. Nú er Jóan Símun Edmundsson lagdur afturat hópinum hjá KA Akuryri, og hóskvøldið gjørdist greitt, at felagið skal spæla finalu móti Víkingi Reykjavík.
Gunnar Vatnhamar spældi allar 90 minuttirnar í miðverjuni, tá Víkingur vann seg í steypafinaluni við 4-1 sigri á KR Reykjavík. Víkingur var á odda 2-0 eftir 18 minuttir, grannarnir javnaðu, tá ein tími var spældur, men Ari Sigurpálsson skoraði tvær ferðir seinastu tíggju minuttirnar.
28-ára gamli leirvíkingurin hevur vunnið nógvar steypafinalur við barndómsfelagnum Víkingi; nú kann hann skjótt eisini vinna steypakappingina í Íslandi.
Finalan millum oddaliðið í bestu íslendsku deildini og liðið av Akureyri verður 16. september á tjóðarleikvøllinum í Reykjavík.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 17. august 2023
Noreg var á odda allan vegin í dystinum um 7. plássið, ið Føroyar taptu við trimum málum
Føroysku U19-menninir vóru ov stuttir móti Noreg í dystinum um 7. plássið í HM-endaspælinum í Kroatia leygardagin. Noreg vann við við trimum málum, 38-35, eftir at Noreg eisini hevði verið á odda við trimum í steðginum.
Føroyar spældu uttan Rók Ziskason, tí hann beklaði í dystinum fríggjadagin. Rókur hevur vart væl í miðverjuni hesa kappingina, og var tað saknur í honum leygardagin. Føroyska miðverjan hevði ilt við at traðka fram á norsku skjúttarnar, og var tað fyrst og fremst við langskotum, at norðmenn vóru omaná fyrstu løtuna. Føroyar fóru yvir til av verja 5-1, men stríddust okkara enn við verjuni. Hetta var eyðsýnt við, at Noreg fekk heili 22 mál í fyrra hálvleiki.
Ein vónbrotin Rókur Ziskason eftir dramatiska tapið fyri Egyptalandi í fjórðingsfinaluni (Mynd: Egin Tollaksson Kass)
Leivur Joensen, ið vardi málið meginpartin av dystinum, hevði nógvar bjargingar (Mynd: Egin Tollaksson Kass)
Føroyska álopið koyrdi eisini væl, og var Óli Mittún ráðandi við átta málum áðrenn steðgin. Tað var 22-19 til Noreg í steðginum.
Føroyar byrjaðu seinna hálvleiki væl, og 7 móti 6 spælið eydnaðist. Tá seinni hálvleikur var hálvrunnin, var bert eitt mál á muni, men byrjaðu okkara at vísa tekin um møði. Heldur nógvar villur og brendir málmøguleikar vóru næstu løtuna, og komu norðmenn nøkur mál fram um aftur seinastu 10 minuttirnar.
Okkara royndu at hála innaftur, men var tað ov seint. Norðmenn vunnu dystin 38-35.
HM-endaspælið er nú og við ósigrinum í seinasta dystinum endaðu Føroyar á einum 8. plássi av 32 liðum. Hetta er at rokna sum eitt sera gott úrslit fyri Føroyar, sum við eitt sindur av hepni kundi verið enn betri, tá hugsað verður um tepru tapini fyri Egyptalandi og Portugal. Næsta summar er EM-kapping á skránni hjá hesum árganginum. Talan um U20 EM-endaspælið í Slovenia.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 13. august 2023
Farna vikuskiftið skipaðu FSF og HB fyri fótbóltsskúla á Ovara vølli og á Niðara vølli í Gundadali
Farna vikuskiftið vóru Ovari vøllur og Niðari vøllur í Gundadali karmur um fótbóltsskúlan, sum HB og FSF skipaðu fyri.
Tilsamans 130 børn í aldursbólkunum U7, U9, U11 og U13 luttóku. Líkindini vóru góð, og gekk alt avbera væl, skrivar FSF.
Talan var um fjórða og síðsta fótbóltsskúla í ár.
Samlaða luttakaratalið á fótbóltsskúlunum, sum FSF hevur skipað fyri í samstarvi við KÍ, AB, B68 og HB, hevur verið væl omanfyri 500, skrivar FSF.
– Vit eru sera væl nøgd við tann innsats, ið feløgini hava víst, so vit gleða okkum longu til næsta summar, tá fótbóltsskúlarnir væntandi aftur verða á skránni, sigur Christina Ravnsfjall, ið vegna FSF hevur samskipað fótbóltsskúlarnar, sum hava verið í Klaksvík, á Argjum, á Toftum og í Havn.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 14. august 2023
Aftur gjørdi 18-ára gamli hoyvíkingurin bart á altjóða pallinum. Spania gjørdist U19-heimsmeistari við sigri á Danmark í finaluni, og tað sæst aftur á All Star-liðnum, har føroyingur er spælskipari
Sunnudagin kom HM-endaspælið hjá U19-monnum í Kroatia at enda. Sum væntað gjørdust sterku spaniólarnir heimsmeistarar. Teir vunnu 28-23 á Danmark í finaluni. Hesin árgangurin vann eisini EM í fjør. Tað er tó fyrstu ferð, at Spania vinnur U19-HM.
Vertirnir Kroatia endaðu við bronsuheiðursmerkjum eftir longda leiktíð móti Egyptalandi.
Føroyar taptu fyri Noreg og endaðu á 8. pláss: Føroyar - nummar átta í heiminum í hesum aldursbólkinum. Tað ljóðar framúrskarandi flott, og tað er tað eisini, tá man hugsar um, hvørjum vit eru uppi ímóti. Tó irðar man seg í føroysku leguni um, at tað júst ikki rakk til hálvfinalupláss og møguliga HM-heiðursmerki.
Hjá Óla Mittún og liðfeløgunum sveið tað ótrúliga nógv at missa sigurin móti Egyptalandi í fjórðingsfinalunum (Mynd: Egin Tollaksson Kass)
Talan hevur tó verið um stóra kapping hjá føroyska liðnum, sum basti millum annað Svøríki og Týsklandi á vegnum. Ikki óvæntað gekk Óli Mittún á odda. Hoyvíkingurin skoraði ávíkavist 17 og 13 mál í omanfyrinevndu dystunum, og hann gjørdist eisini toppskjútti í allari kappingini við heili 87 málum í átta dystum.
Óli hevði harvið beint undir 11 mál í miðal, og sambært Handballstatz legði føroyski bakspælarin upp til allarflest mál í kappingini. Hann gjørdist eisini toppskjútti, umframt MVP (mest virðismikli spælari) í EM-endaspælinum fyri U18-lið í fjør.
Hesa ferð fekk ein dani heiðurin, men Óli Mittún kom á All Star-liðið, ið varð kosið eftir kappingina. Sävehof spælarin varð valdur til besta spælskipara í HM-endaspælinum.
All Star-liðið:
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 13. august 2023
Føroysku genturnar taptu við fimm málum fyri Litava í síðsta dystinum í EHF Championship kappingini í Baku
Føroysku U17-kvinnurnar taptu 32-27 fyri Litava, og endaðu harvið nummar fýra í EHF Championship kappingini í Aserbadjan. Hálvleiksstøðan var 20-16 til Litava. Føroyar megnaðu harvið ikki at vinna sær pláss til U19 EM-endaspælið í 2025, tá bert trý tey ovastu liðini í hesari kappingini sluppu við.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 13. august 2023
Silja, ið var topskjútti fyri Føroyar, kom eisini á All Star-liðið í U17 EHF Championship kappingini
Við ósigrinum móti Litava sunnudagin gjørdust føroysku U17-kvinnurnar nummar fýra í EHF Championship kappingini í Baku í Aserbajdsjan.
Hetta merkir, at Føroyar gjørdust akkurát ov stuttar at sleppa við til U19 EM-endaspælið í 2025, av tí at bert tey trý ovastu liðini sleppa við.
Við 35 málum í seks dystum var tað Silja Geirsdóttir Eystberg, sum skeyt flest mál fyri Føroyar í hesari kappingini, og í gjár varð hon eisini vald á All Star-liðið fyri kappingina.
Silja var besta miðja í U17 EHF Championship kappingini, skrivar Hondbóltssamband Føroya.
(Mynd: Hondbóltssamband Føroya/Facebook)
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 14. august 2023
Hetta hendi leygardagin, tá 19 ára gamla Rakel Brattalíð Tindskarð gjørdist silvurvinnari i tøltkappingini T1 fyri ung í gongulagskapping fyri íslendsk ross um vikuskiftið
Fyri fyrstu ferð hava Føroyar vunnið eitt heiðursmerki í HM í gongulagskapping fyri íslendsk ross.
Hetta hendi leygardagin, tá 19 ára gamla Rakel Brattalíð Tindskarð gjørdist silvurvinnari i tøltkappingini T1 fyri ung.
Hetta var fyrstu ferð, at Rakel luttók í HM í gonguløgum. Unga reiðkvinnan hevur vant miðvíst fram ímóti kappingini, og hetta vísti seg sanniliga at geva úrslit, skrivar Ríðisamband Føroya.
Í innleiðandi kappingini, T1, fyri ung endaðu Rakel og hesturin, Sílas vom Forstwald nevniligaá triðja plássi við miðalkarakterinum 7,00 og tryggjaðu sær pláss í A-finaluni.
Spenningurin í føroyska hópinum var øgiligur, tá Rakel var á breytini í A-finaluni. Fyrst riðu tey spakuligt tølt, og tá løgdu Rakel og Sílas seg beinanvegin á annað plássið. Síðani vóru ferðøkingar á skránni, tá megnaðu tey at varðveita 2. plássið – hesa ferð saman við einum øðrum pari, sum hevði júst sama miðaltal. Síðani var bert skjóta tøltið eftir, og tað gekst Rakel og Sílas so væl, at tey varðveittu 2. plássið og endaðu við flotta miðaltalinum 7,06.
Ísland gjørdist nr. 1 við 7,22 og Norra nr. 3 við 6,83.
Umframt at enda í A-finaluni í T1, eyndaðist tað eisini Rakel at ríða seg í eina B-finalu í fjórðgongdskappingini, V1 fyri ung við miðaltalinum 6,23 í innleiðandi. Hetta gav eitt B-finalupláss, sum Rakel tó valdi at taka seg úr fyri at satsa alt uppá T1 kappingina.
Kári misti skógv og bleiv diskaður
Knút Lützen og hesturin, Kári frá Ásbrú vóru eisini við í føroyska hópinum, sum fóru longu leiðina til Niðurlond í summar.
Knút, sum vann NM í gæðingakeppni í 2022 og annars hevur vunnið stórt sæð alt, ið vinnast kann her heima, reið sannførandi í innleiðandi kappingini í T1. Teimum 9.000 áskoðarunum dámdu eisini tað, sum Knút og Kári vístu, so væl, at teir spontant klappaðu hart og nógv, beint tá Knút nikkaði til dómararnar sum tekn til, at hann var liðugur við programmið, skrivar Ríðisambandið.
Hesin brádligi rómurin bleiv ov nógv fyri Kára, sum kann vera heldur sensitivur. Hann gjørdist kløkkur og kom til at traðka á framskógvin, soleiðis at bæði skógvur, vekt og fylla flugu í ymsar ættir – og við teimum eisini vónin um møguliga at koma í eina B-finalu. Tí hóast programmið var gjøgnumført til endan, so siga reglurnar, at missir hesturin skógv á breytini, so er disk. Sera harmiligt, men soleiðis eru treytirnar nú einaferð.
Føroyski hópurin
Í føroyska hópinum, sum fór longu leiðina til Niðurlond til HM í ár, vóru eisini hesi pørini:
Kappingin endaði sunnudagin. Góðu úrslitini hjá føroysku reiðfólkunum, seinasta ár gull til Knút Lützen til NM og nú silvur til Rakel B. Tindskarð til HM, vísa tó greitt at tíðin tá vit bara eru við fyri at læra er farin, skrivar Ríðisambandið.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 16. august 2023
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald