Leygardagur 26. august 2023 | Nr. 34 | Árgangur 4 | Kr. 0,00
SíÐa 3
SíÐa 2
SíÐa 24
SíÐa 44
SíÐa 38
SíÐa 41
Nýggj útgáva hvønn leygarmorgun kl. 7
Hol varð sett á eitt trupult kjak í hesi vikuni. Um komandi undirsjóvartunnilin til Suðuroyar.
Tað er eftirhondini ikki nakar ivi um, at ein tunnil til Suðuroyar kemur. Í hvussu so er um tað framvegis gongur líka væl, sum tað hevur gjørt hesi seinastu árini.
Men tað er sum um kjakið ikki rættiliga finnur nakra skilagóða legu, tá hvørki politikarar, serfrøðingar, suðringar ella føroyingar annars kenna fyritreytirnar og heldur ikki útgangsstøðið fyri kjakinum.
Tí sjálvandi skulu allar neyðugar kanningar gerast fyrst, og nógvar avgerðir skulu takast, áðrenn kjakið verður flutt yvir á spurningin, um talan er um óðamannaverk ella ikki.
Er tað jarðfrøðisliga møguligt at fara undir at bora tunnil til Suðuroyar?
Hvar skal setast á Sandoyarmegin, og hvar Suðuroyarmegin? Og skal tunnilin upp í Skúvoy ella ikki?
Grundleggjandi spurningar at taka støðu til, áðrenn farið verður at leita eftir møguligum fíggingarveitarum.
Hví verður tosað um at seta á í Skarvanesi til dømis? Jú, fyri at fáa tunnilin so stuttan sum møguligt, men tað verður so ikki av fíggjarligum ávum kortini. Tí eigur alt tosið um at fara niður í Skarvanesi at støðga.
Tað tykist eins tápuligt sum um Norðoyatunnilin kom upp í Førgulíð, ella at tað ikki varð farið yvir um Hálsin í Sandavági við Vágatunnlinum – eitt óskiljandi mistak sæð við nútíðar brillum.
Og hinumegin, hvar skal setast í í Suðuroy? Var snildasta loysnin ikki at latið tunnilin komið upp í Hvalba?
Og so er tað spurningurin um Skúvoy. Sjálvandi skal tunnilin upp har. Tað hevur serfrøðin á Landsverki longu víst á fleiri ferðir, tí tað er tann besta loysnin samfelagsliga, tí vit harvið kunnu knýta eina heila oyggj afturat í føroyska meginøkinum, og virðið av tí kann ikki roknast út í pengum.
Øll argument, ið brúkt verða um, hví suðuroyingar skulu fáa fast samband, kunnu eisini brúkast um skúvoyingar. Skúvoyingar eru ikki minni verdir enn sandoyingar, og tí skulu teir sjálvandi eisini fáa gagn av hesi Føroya nógv størstu íløgu, tá hon einaferð verður veruleiki.
Vit skulu eisini minnast til, at Skúvoy er frálíkt landbúnaðarøki, og tað fáa vit tørv á í framtíðini, og við einum tunnli verður kanska eisini møguligt at gera brúk av Skúvoy í vindorkuframleiðslu í komandi tíðum.
At nývaldi landsstýrismaðurin í samferðslumálum, sum helt, at hann eisini hevði fingið tunnilin til heimoynna sum sítt málsøki, kom til at lova føroyingum at borurin varð settur í tunnilin longu áðrenn valskeiði var hálvrunnið, var sjálvandi eitt stórt mistak, sum hann er sloppin alt ov lætt um.
Sitandi landsstýrið hevur jú ikki lovað annað enn at fara undir neyðugar kanningar í hesum valskeiðinum, og at hesar kanningar skuldu vera lidnar móti endanum av 2024.
Tað sigur so mikið sum, at tað er langur vegur á mál enn áðrenn koyrandi verður av Sandi til Suðuroyar. So mikil langur, at spurningurin um avloysaran fyri hendan Smyril lættliga kann gerast aktuellur áðrenn vit eru komin so langt.
Jú, tað eru nógvar avgerðir, ið skulu takast.
Ukrainski forsetin kemur fegin – men ikki fyrr enn kríggið er av
Aksel V. Johannesen, løgmaður, og Bjørt Samuelsen, løgtingsforkvinna, fingu mánadagin høvi til at hitta ukrainska forsetan, Volodymyr Zelenskyj, undir almennu vitjan hansara í Danmark.
Hetta hendi á Christiansborg. Í stuttum práti teirra millum segði løgmaður, at ukrainska fólkið hevur fullan stuðul frá føroyska fólkinum. Hann nevndi eisini, at Føroyar framhaldandi fara at taka ímóti flóttafólkum og veita neyðhjálp til Ukraina, skrivar løgmansskrivstovan í tíðindaskrivi í dag.
Løgmansskrivstovan skrivar ikki um, at Zelenskyj varð boðin til Føroya, men tað skrivar Bjørt Samuelsen, løgtingsforkvinna, í eini dagføring á Facebook-vanga sínum:
Margretha drotning heilsar upp á Zelenskyj forseta og konu hansara Olena Zelenska (Mynd: EPA)
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 21. august 2023
Fyrstu rutuflúgvarin hjá Atlantic Airways lendi týskvøldið, lokala tíð, á Stewart flogvøllinum uttan fyri New York
Týskvøldið lendi Atlantic Airways á fyrsta sinni í rutuflúgving á Stewart International Airport, sum er nærhendis New York.
Hetta var um 19-tíðina lokala tíð.
Túrurin tók nakað yvir seks tímar, og umborð vóru umleið 70 fólk.
Lítið hátíðarhald var á flogvøllinum í sambandi við fyrsta túrin, og fagnaður var, nú Atlantsflog hevur tikið upp flúgving millum Vágar og New York bý.
Jóhanna á Bergi, stjóri í Atlantsflogi, og Bjarni Kárason Petersen, løgmálaráðharri, kliptu snórin saman við umboðum frá floghavnini.
Fimm túrar verða gjørdir vestur um hav til býin, sum ongantíð svevur.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 23. august 2023
“Tónar í list” er heitið á spennandi listaframsýning, sum fer at hanga upp á Listasavni Føroya hetta til 4. februar 2024
Tað er ikki langt frá myndlistini til tónalistina. Hetta ástøðið verður roynt av og lýst í eini í nýggjari, spennandi, serframsýning á Listasavni Føroya, sum lat upp í gjár.
“Tónar í list” eitur framsýningin, sum Anna Maria Dam Ziska, savnsumsjónarfólk á Listasavni Føroya hevur lagt til rættis út frá listaverkum, sum savnið eigur í goymsluni og annars í stóran mun á verk, sum eru lánt frá eigarunum og eisini listaverk, ið eru latin savninum til høvið.
Tað var annars russiski slóðbrótarin innan abstrakta list, Wassily Kandinsky, ið livdi frá 1866 til 1944, sum vísti á, at ástøðið um samanhangin millum tónleik og myndlist. Sjálvur var hann sannførdur um, at tónleikur kundi vísa vegin til eina nýggja list, ið ikki var ávirkað av, hvussu lutir, landsløg ella fólk síggja út, men heldur kundi vísa ein inniligan kensluligan sannleika.
William Heinesen: Glataðu spælimenninir
Við hesum í huga hevur Lisasavnið savnað eina røð av hugtakandi føroyskum listaverkum. Nøkur teirra ímynda tónleikarar ella dans, summi hava heiti, sum kundu bent á, at íblásturin er komin frá tónleikinum og so eru eisini nøkur, sum kundu verið inspirerað av tónleiki, uttan at savnið veit tað fyri vist.
500 kilo av føroyskum dansi
Framsýningin er í ‘gamla’ listaskálanum, ið verður brúktur til tær skiftandi framsýningarnar. Fyrstu listaverkini, sum møta tær, eru málningar av føroyskum dansi, og hartil er tað lukkast savninum at læna kenda dansiringin hjá Janusi Kamban, sum flest okkara kenna frá avgreiðsluni í Føroya Banka, nú BankNordik.
Ringurin, sum við undirlagi vigar eitt hálvt tons kann nú síggjast – og merkjast – á listasavninum, hatta fram til 4. februar.
Haðani er so møguligt at ferðast millum spennandi musisk listaverk, har tað ikki altíð endiliga er so týðuligt, at teyð ímynda tónleik, men skoðar tú verkið eina løtu, so sært tú – kanska – at tað kundi verið tónleikur, sum er avmyndaður ella formaður. Tey, sum hava valt listaverkini út eru ikki í iva um, at tað er tónleikurin, ið hevur inspirerað hesi verk.
Listafólkini, ið eru umboðað, eru William Heinesen, Hansina Iversen, Ingálvur av Reyni, Frits Johannesen, Astri Luihn, Anna Katrin Ø. Egilstrøð, Marianna Mørkøre, Rannvá Káradóttir, Svend Havsten-Mikkelsen, Maria Tórgarð, Sámal Joensen-Mikines, Olivur við Neyst, Janus Kamban, Jóna Rasmussen, Margrethe Odgaard, Zacharias Heinesen, Heðin Ziska Davidsen, Guðrið Poulsen, Ole Wich, Elin Josefina Smith, Vígdis Petersen, Bjarne Werner Sørensen, Heiðrik á Heygum og Philippe Carré.
Spælimaðurin
Listaverkið, sum verður brúkt sum plakat til framsýningina, er kenda klippið hjá Williami Heinesen av einum spælimanni, ið strýkur fiólina framman fyri kópunum.
Tað áhugaverda við hesum motivinum er, at William hevur brúkt tað í fleiri verkum – tað sæst eisini í kenda klippinum av Orfeus og Tariru. Men hetta gula og bláa klippið er eitt verk, sum Zacharias Heinesen nú hevur latið savninum í sambandi við hesa framsýningina.
William Heinesen: Orfeus og Tarira
Á framsýningini er eisini ein ovurstórur málningur hjá Ingálvi av Reyni, ‘kompositión’, samansettur av fýra løriftum, sum fleiri kanska hava upplivað á bilasøluni hjá Reyni Service. Málningurin er so stórur, at hevði hann bara verið nakrar fáar sentimetrar hægri, so hevði hann ikki passað inn í skálan.
Men har eru eisini nakrar smáar fittar skitsur hjá Ingálvi, sum hann hevur strikað á konsertum, hann var til. Hesar skitsur eru nógv øðrvísi enn stóru málningar hansara, men eisini spennandi at síggja, eisini tí at Ingálvur í fleiri førum hevur sett nøvn á teir persónar, hann hevur málað.
Sama er galdandi á líknandi skitsum hjá bæði Ole Wich og Guðrið Poulsen. Tvey listafólk, sum eru kend fyri heilt aðrar listagreinar, men sum her vísa, at tað liggur ella hevur ligið rættiliga væl fyri hjá teimum at skitsa ‘live’.
Ingálvur av Reyni
Tónar nátúrunnar
Av øðrum stórverkum eru eisini partur av prýðinum, sum Astri Luihn gjørdi til Musikkskúlan í Havn og so nøkur spennandi verk hjá Jónu Rasmussen, sum brúkar heilt øðrvísi teknikkir til sínar musisku útleggingar.
Nøkur dømi um plátuhúsar eru eisini sloppin við á framsýningina, og so er eisini trý dømi um videolist. Skalt tú hoyra tónarnar til hesar videofilmar, so mást tú fara í ‘oyrabúffar’, tí tónarnir skulu ikki órógva framsýningina annars.
Tað listaverkið, sum hevur fingið best pláss og rúmar mest á framsýningini er ein ljóðinstallasjón hjá fjøltáttaða tónleikaranum Heðini Ziska Davidsen, sum hann hevur gjørt til hesa framsýningina.
Hann hevur hevur upptikið ljóð úr gjónni við Gjógv, har ein hoyrir aldututl og glintan frá ketum úr fleiri hátalarum, sum eru settir í ring mitt úti í stóra rúminum. Ein má stilla seg inn í ringin fyri at fáa fulla úrtøku burtur úr upplivingini.
Kanska eitt sindur óvæntað, at ein framsýning, sum snýr seg um tónleik, ikki hevur tónleik í hátalarunum, men natúrlig ljóð heldur. Nátúrunnar tónleik.
Astri Luihn
Ingálvur av Reyni
Frits Johannesen
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 26. august 2023
Huginn-rannsóknarrakettin við m.a. slipsinum hjá Williami Heinesen og danska Andreas Mogensen umborð skuldi eftir ætlan skjótast út í gjár. Men fráferðin varð útsett til í morgun. Donsku sjónvarpsrásirnar fylgja hendingini beinleiðis
Í gjár skuldi eftir ætlan vera stórur rakettútskjótingardagur á Kennedy Space Center í USA í sambandi við at rúmdarrakettin Dragon hjá SpaceX skuldi sendast í rúmdina við fýra rúmdarfararum umborð, sum skulu arbeiða úti á altjóða rúmdarstøðini í eitt hálvt ár.
Teirra millum er danin Andreas Mogensen, sum skal út á sína aðru rúmdarferð. Anders Mogensen er fyrsti evropeari, sum er tilknýttur eini amerikanskari Nasa-verkætlan.
Útskjótingin varð tó av ongum í gjár fríggjadagin. Útsett í 24 tímar orsaka av tekniskum avbjóðingin, ljóðaðu boðini. Nú verður ein nýggj roynd gjørd í morgun.
Av hesi orsøk fara donsku sjónvarpsstøðirnar at gera nógv burtur úr útskjótingini. Bæði DR og TV2 fara at senda beinleiðis frá útskjótingini.
Danmarks Radio fer at hava gestir í sjónvarpsstovuni, sum fara at viðmerkja og greiða frá tí, sum hendir.
Ein teirra er føroyingurin David Arge Klevang, sum tað mesta av hesi vikuni annars hevur hildið til úti á Tindhólmi, har rúmdargranskarar og jarðfrøðingar hava gjørt royndir av ymsum slag, sum skulu brúkast til at betra um arbeiðsumstøðurnar hjá rovaranum, ið tekur royndir av undirgrundini á reyðu gongustjørnuni.
David fór hósdagin aftur til Danmarkar, tí hann skuldi vera í sjónvarpsstovuni hjá DR tá útskjótingin fór fram.
Per Lundahl Thomsen frá DTU Space við mappuni við nýggja frímerkinum frá Posta. Per fer at viðmerkja fyri TV2 í morgin
Ein annar, sum skal viðmerkja, tað verður í sjónvarpsstovuni hjá TV2, er danin Per Lundahl Thomsen. Eisini hann hevur júst verið í Føroyum. Tað var í ørindum sum serfrøðingur og ráðgevi hjá DTU Space í sambandi við uppgávur til tilknýti til rúmdarídnaðin í Føroyum.
Per Lundahl Thomsen er vinmaður við Anders Mogensen, fekk nýggja frímerkjamappuna, sum Posta júst hevur givið út í sambandi við rúmdarferðina, kallað Munin, sum eftir ætlan byrjar í morgin.
Sum skilst, so hevur Per Lundahl Thomsen játtað at arbeiða fyri, at Anders Mogensen kemur ein túr til Føroya fyri at greiða frá ferðini og rúmdarvirksemi annars, tá hann vónandi er afturkomin til jarðar í øllum góðum einaferð næsta ár.
Frímerkið, sum Posta hevur givið út í sambandi við Huginn-rannsóknarferðina
Eitt lítið føroyskt íkast í rúmdarferðini afturat er, at rúmdarfararnir taka nøkur serstøk ting við sær út í rúmdina – talan er um ting, sum onkursvegna hava mentanarligan týdning.
Anders Mogensen hevur millum annað ein hondbólt við sær fyri at markera heimsmeistarakappingina í hondbólti fyri kvinnur, sum verður hildin í Danmark meðan hann sveimar í ringrás um jørðina.
Hann hevur eisini ting, sum við tilknýti til bókmentirnar. Herímillum eina bamsu, sum ímyndar Rasmus Tøpp, fyllipennin hjá Karen Blixen og slipsið hjá Williami Heinesen!.
Manningin, sum eftir ætlan verður sent út í morginárið. Frá vinstru Konstantin Borisov úr Russlandi, Anders Mogensen úr Danmark, Jasmin Moghbeli úr USA og Satoshi Furukawa úr Japan (Mynd: EPA)
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 24. august 2023
Eigararnir í PP Faroe Pelagic í Kollafirði hava undirskrivað eitt ætlanarskjal saman við Pelagos í Fuglafirði um yvirtøku av partabrøvunum í PP Faroe Pelagic
Treytað av at báðir partar uppfylla ásettar treytir í ætlanarskjalinum, hava PP Faroe Pelagic og Pelagos avtalað í høvuðsheitum at yvirtøkan av eigaraskapinum skal til fulnar vera farin fram tann 1. desember 2023.
Avtalan fer ikki at ávirka tann óbeinleiðis eigaraskap sum Parlevliet & van der Plas, Niðurlond, hava í fiskivinnu fyritøkunum Næraberg, JFK og Kósini.
Báðir partar eru samdir um at yvirtøkan skal ikki viðføra avbrot í virkseminum á PP Faroe Pelagic, og at øll verandi arbeiðsfólk í starvi har fáa í boði at halda fram í sínum arbeiði á sama stað undir tí nýggja arbeiðsgevaranum.
Avtalan fer at gera Pelagos til leiðandi eigara og operatør av frystivirkjum fyri uppsjóvarfisk í Føroyum, við einum slíkum virki í Fuglafirði og einum í Kollafirði.
Partarnir eru samdir um at ikki gera fleiri viðmerkingar í løtuni til yvirtøku avtaluna.
PP Faroe Pelagic kom inn í føroysku uppsjóvarvinnuna á landi tá fyritøkan í 2009 keypti uppsjóvarvirkið í Kollafirði, sum mest var kent undir navninum Kollafjord Pelagic, eitt virki ið hevði trupulleikar. Við drúgvum royndum í at byggja og reka líknandi uppsjóvarvirkir í øðrum londum, eydnaðist PP Faroe Pelagic at gera nyttu av sínari marknaðar-leiðandi serfrøði. Fyritøkan prógvaði at tað er fult gjørligt í Føroyum, bæði tøkniliga og búskaparliga, at reka vinnuliga virking av uppsjóvarfiski til matnað á landi, og var harvið við til at slóða fyri at hini bæði líknandi virkini sum seinni vórðu bygd eisini komu.
Uppsjóvarvirkið Pelagos fór undir sítt virksemi í 2014. Eigararnir har eru Havsbrún, Framherji, Palli hjá Mariannu, og á Enni.
PP Faroe Pelagic er óbeinleiðis dóttirfelag hjá Parlevliet & van der Plas, Niðurlond.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 20. august 2023
Summi ivast kanska í, hvussu døglingarnir hava tað, tá teir hava ligið innarlaga á fjørðinum so leingi, og um teir kanska ikki finna út aftur. Tað er tó onki, sum bendir á at hetta er so, sigur Tjóðsavnið
Í summar hava tríggir døglingar verið at sæð tætt at landi. Fyrst vóru teir á Skálafirði nakrar dagar, men nú hava teir ligið í Kaldbaksbotni yvir ein mánað. Men hvør er hesin forkunnugi summargestur, og hvussu ber tað til, at hann vitjar so leingi?
Hvat er ein døglingur?
Døglingur (Hyperoodon ampullatus) er hvalur av nevhvalaættini. Vaksin døglingur gerst í mesta lagi um níggju metrar langur og vigar vanliga 5-8 tons. Lætt er at eyðmerkja døgling frá øðrum hvali eftir eyðkendu kúluni. Á kvennhvali, og kallhvali, sum ikki er kynsbúgvin, er hon rund og grá, meðan hon á kynsbúnum kallhvali er flatvaksin og hvít.
Vanliga kemur hann ikki inn um landgrunnin. Døglingur ferðast ofta djúpt í sjónum, regluliga djúpri enn 800 m, og kann hann kava í 30-40 min. Ferðingin hjá døglingi er ikki væl skjalfest, og summastaðni metir mann at hvalurin er staðbundin, men um okkara leiðir kann roknast við at teir ferðast norðureftir um vári og suðureftir á heysti. Tað er serliga í august-september at døglingur kann svimja seg uppá land í Sandvík og Hvalba, tó at skrásetingar um strandaðir hvalir eru frá øllum bygdum í landinum. Tvøstið er góður matur, men spikið kann ikki etast, tí tað elvir til leyst lív. Lýsið verður tó nýtt at smyrja uppá útvortis, og sigst vera góð heilsubót.
Tó at døglingur er tannhvalur, hevur hann einans tvær tenn ytst í undirkjaftinum. Hjá kvennhvalinum koma tær aldri undan. Hann nýtir ikki hesar tenn at eta við, men fær sær føði við at súgva matin inn í kjaftin. Føðin, sum hvalurin leggur seg eftir er høgguslokkur og smáfiskur.
Mangt er gestsins navn
Á enskum nevnist døglingur northern bottlenose whale. Hann fær sostatt navn eftir eyðkenda nevinum, eins og á norskum, har hann kallast nebbhval. Mann kann tí undrast, hví hann í Føroyum fær sermerkta navnið døglingur. W. B. Lockwood professari í germanskum málum førir fram, at bland er komið í. Hann heldur uppá, at navnið nebbafiskur (Balenoptera physalus) fyrr hevur hoyrt til døglingin, og ikki sum nú, til tann hval sum danir kalla finhval. Hetta kann sýnast rímiligt, tí døglingurin hevur týðiligt nev, sum liðurin nebba- uttan iva skilar til. Tað løgna er so hent, at “finhvalurin” hevur fingið navnið nebbafiskur. Lockwood hugleiðir eisini um upprunan at navninum døglingur. Dǫglingr er gamalt norrønt orð, sum merkir kongur ella høvdingi. Hetta er eisini eitt av mongu hjánevni Óðins ásakongs. Nú kann mann spyrja seg sjálvan, hví ein miðalvaksin hvalur fær navn eftir fremsta gudi í norrønu gudalæruni. Frágreiðingin er helst, at søgnin sigur at døglingur hevur einans eitt eyga, eins og Óðin. At djór fáa heldur “upphevjaði” føroysk nøvn er ikki ókent, tí tjaldrið kallast eisini nornagestur. Í íslendingasøgum er Nornagestur fleiri hundrað ára gamal vallari sum vitjar Ólav Tryggvason noregskong.
Góðalív á fjørðinum
Hví leitar hann sær inn á Kaldbaksfjørð og liggur har so leingi? Sum nevnt omanfyri etur hann mest høgguslokk og smáfisk, og tað er ikki óvanligt at nógv av sild og brislingi finst á fjørðinum um summarið; ofta somikið at væl kann fáast burturúr, tá menn seta sildagørn. Fyrr hevur eisini verið væl av høgguslokki á Kaldbaksfirði.
Umframt døglingar, hevur ein delfin (Delphinus delphis) hildið til nakað longri úti á fjørðinum sama tíðarskeið, so helst er væl av mati at fáa.
Summi ivast kanska í, hvussu døglingarnir hava tað, tá teir hava ligið innarlaga á fjørðinum so leingi, og um teir kanska ikki finna út aftur. Tað er tó onki, sum bendir á at hetta er so. Áðrenn teir stevndu inn á Kaldbaksfjørð hildu teir í fleiri dagar til inni á Skálafirði, har gáttin er nakað hægri. Tí kann væntast at teir fyrr ella seinni, halda leiðina út og suðureftir tá rætta tíðin kemur.
Torført er at siga hvussu leingi teir tríggir summargestirnir verða liggjandi, sum hava frøtt bæði føroyingar og ferðafólk, ið hava eygleitt hvussu teir spæla sær á fjørðinum. Døglingur er tiltikin forvitin hvalur, sum menn gjørdu sær dælt av ta tíð hann varð veiddur, so heldur ikki er óhugsandi at hann er vitugur um, at hann hevur áskoðarar fram við vegnum.
Skrivað: Áki Vang / Tjóðsavnið
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 21. august 2023
Varð tó funnin aftur áðrenn tann stóra leitingin varð sett í verk
Beint eftir klokkan 13 mikudagin fekk løgreglan boð frá einum óttafullum pápa, sum bað um hjálp, tí tey ikki funnu 10 ára gomlu dóttrina.
Tey vóru ein gongutúr uppi á Klakki á Borðoynni, men knappliga mistu dey dóttrina burtur í mjørkanum. Tey høvdu leitað og rópt, men ikki funnið hana, og sóu ikki aðrar møguleikar enn at biðja um hjálp.
Løgreglan gjørdi klárt at fara í gongd við at leita í fjøllunum. Løgregla og tilbúgvingarleiðarin í Klaksvík vórðu fráboðað, tey fingu fatur í dronur og hundar, og høvdu sent fráboðan til bjargingartyrlu og bjargingarbátin Ziska um at hjálpa til við leitingini.
Men áðrenn tann heilt stóra leitingin varð sett í verk, ringdi pápin aftur og boðaði frá, at gentan nú varð funnin. Hon hevði svarað rópunum, og nú var familjan aftur savnað í øllum góðum.
Fráboðanin til løgregluna kom klokkan 13.09 og klokkan 13.43 ringdi pápin aftur og boðaði frá, at gentan varð funnin, so tann 10 ára gamla hevði verið burtur frá foreldrunum í mjørkanum í ein góðan hálvan tíma áðrenn alt endaði aftur í øllum góðum.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 24. august 2023
Rakstrarúrslitið hjá Bakkafrost samtakinum fyri annan ársfjórðing var 353 milliónir krónur, í mun til 587 milliónir krónur sama tíðarskeið í fjør. Úrslitið eftir skatt var eitt hall á 123 milliónir krónur, í mun til eitt avlop á 845 milliónir sama tíðarskeið í fjør
Aligeirin í Føroyum og liðugvøruframleiðslan høvdu tilsamans eitt rakstrarúrslit á 216 milliónir krónur. Aligeirin í Skotlandi hevði eitt rakstrarúrslit á 71 milliónir krónur. Liðugvøruframleiðslan gav eitt rakstrarhall á 26 milliónir krónur. Rakstrarúrslitið (EBITDA) av framleiðsluni av fiskamjøli, lýsi og fóðri var 128 milliónir krónur.
Í viðmerking sigur Regin Jacobsen, stjóri:
- Samanumtikið eru vit nøgd við úrslitið í hesum ársfjórðinginum. Virksemið á Havsbrún hevur verið methøgt og framleiðslan av fiskamjøli og -lýsi hevur ongantíð verið so stór sum fyrra hálvár í ár. Prísirnir á fiskamjøli og -lýsi hava eisini verið methøgir.
- Í ár verður tøkan hjá okkum serliga stór í seinnu helvt av árinum. Hetta sæst aftur í tøkuni í Føroyum í hesum ársfjórðinginum, sum var lág, eins og miðalvektin á tikna fiskinum var lægri enn vanligt.
- Fyri fyrstu ferð í 12 ár er samlaði biomassin í sjónum í Føroyum vaksin í fyrra hálvári, tá ið sjógvurin er kaldari. Fiskurin í sjónum er væl fyri, og vit vænta tískil ikki bert hægri tøkunøgd í seinna hálvári, men eisini hægri miðalvekt á tikna fiskinum.
- Alingin í Skotlandi gekk væl teir fyrstu fimm mánaðirnar í ár, men móti endanum av øðrum ársfjórðingi øktist fellið, orsakað av umhvørvisligum avbjóðingum. Neiliga gongdin helt fram í triðja ársfjórðingi, og kann føra við sær hægri kostnað og lægri tøkunøgd í Skotlandi í 2023. Vit fylgja gongdini neyvt og meta um møgulig váðaminkandi tiltøk.
Stórsmolt í Skotlandi
- Sonevnda AP4-útbyggingin av Applecross smoltstøðini í Skotlandi er tikin í nýtslu og hevur sostatt økt smoltframleiðsluorkuna. Í øðrum ársfjórðingi 2023 settu vit fyrstu smoltini á sjógv haðani. Smoltini vigaðu millum 200 og 300 gramm og enn ein stór útseting av 200-300 gramm smoltum haðani er ætlað seinni í ár. Hervið er yvirgongdin til stór-smolt í Skotlandi byrjað, ið er ein tann mest týðandi luturin í umskapanini av alingini í Skotlandi eftir føroyskum myndli.
- Á íleggjaradegnum 6. juni 2023 í Skotlandi løgdu vit fram nýggju íløguætlanina fyri 2024-2028. Íløgur á íalt 6,3 milliardir krónur eru ætlaðar í Føroyum og Skotlandi, fyri at vaksa framleiðsluna til 165.000 tons í kruvdari vekt, meðan virðisketan verður útbygd til eina framleiðsluorku á 200.000 tons.
- Marknaðurin hevur verið góður í øðrum ársfjórðingi við høgum laksaprísum, tó við stórum prísmuni á smáum og stórum fiski uppundir endan av ársfjórðinginum. Útlit eru til lítlan vøkstur í útboðnum av laksi seinna hálvár í ár, sigur Regin Jacobsen.
6,7 milliónir smolt sett út
Samlaða tøkan í øðrum ársfjórðingi fyri aligeiran í Føroyum og Skotlandi var 16.001 tons í kruvdari vekt, í mun til 19.747 tons sama ársfjórðing í fjør. Harav vórðu 8.658 tons tikin í Føroyum, í mun til 13.101 tons sama ársfjórðing í fjør. Í Skotlandi vórðu 7.343 tons í kruvdari vekt tikin, í mun til 6.646 tons sama ársfjórðing í fjør.
Tilsamans vórðu 6,7 milliónir smolt sett út í øðrum ársfjórðingi, í mun til 6,2 milliónir í sama ársfjórðingi í fjør. 3,6 milliónir av hesum vórðu sett út í Føroyum og 3,1 milliónir smolt í Skotlandi.
Aligeirin í Føroyum og liðugvøruframleiðslan høvdu tilsamans eitt rakstrarúrslit á 216 milliónir krónur fyri annan ársfjórðing, í mun til 509 milliónir krónur sama ársfjórðing í fjør.
Aligeirin í Føroyum hevði eitt rakstrarúrslit á 242 milliónir krónur fyri annan ársfjórðing 2023, samanborið við 617 milliónir krónur fyri annan ársfjórðing í fjør. Føroyski aligeirin fekk lægri prís í øðrum ársfjórðingi, og tøkunøgdin var minni.
Aligeirin í Skotlandi hevði eitt rakstrarúrslit á 71 milliónir krónur fyri annan ársfjórðing 2023, samanborið við 41 milliónir krónur fyri annan ársfjórðing í fjør.
Liðugvøruframleiðslan gav eitt rakstrarhall á 26 milliónir krónur fyri annan ársfjórðing 2023, í mun til eitt rakstrarhall á 108 milliónir krónur sama ársfjórðing í fjør.
Rakstrarúrslitið, EBITDA, av framleiðsluni av fiskamjøli, lýsi og fóðri á Havsbrún í øðrum ársfjórðingi 2023 var 128 milliónir krónur, samanborið við 119 milliónir krónur annan ársfjórðing í fjør.
Nettoskuldin hjá Bakkafrost var 2.911 milliónir krónur við endan á øðrum ársfjórðingi, í mun til 2.664 milliónir krónur við ársenda 2022. Bakkafrost hevði 2.304 milliónir krónur í ótroyttum kredittum við endan av øðrum ársfjórðingi 2023.
Á ársaðalfundinum, sum var fríggjadagin 28. apríl 2023, varð samtykt, at 10,00 krónur vórðu goldnar út í vinningsbýti fyri hvørt partabrævið. Hetta gav eitt samlað vinningsbýti á 591 milliónir krónur, ið varð goldið partaeigarunum 22. mai 2023.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 22. august 2023
3.000 tons av norðhavssild og 1.800 tons av makreli eru sett av til vinnuligar fiskiroyndir í ár
Í kunngerðunum um fiskiskap eftir norðhavssild og makreli í 2023 eru kvotur settar av til vinnuligar fiskiroyndir. Av norðhavssild eru 3.000 tons sett av og av makreli eru 1.800 tons sett av.
Fiskivinnu- og samferðslumálaráðið fekk sjey umsóknir um kvotur av norðhavssild, har tilsamans varð søkt um 5.900 tons. Viðvíkjandi makreli komu seks umsóknir; har varð tilsamans søkt um 4.200 tons.
Umsóknirnar eru viðgjørdar innanhýsis íráðnum og saman við Havstovuni.
Fýra umsóknir um kvotur av norðhavssild eru játtaðar, og hava fingið tillutað tey 3.000 tonsini, sum vóru tøk. Tríggjar umsóknir vórðu ikki gingnar á møti.
Tríggjar umsóknir um kvotur av makreli eru játtaðar og hava fingið tillutað tey 1.800 tonsini, ið vóru tøk. Tríggjar umsóknir vórðu ikki gingnar á møti.
Í viðgerðini og raðfestingini av umsóknunum er serligur dentur lagdur á menningar- og nýskapanarvirðið í royndunum.
Umsóknirnar, ið eru gingnar á møti, snúgva seg um at avreiða til virkir á landi, sum á ymiskan hátt virka ávikavist sildina og makrelin á ein hátt, so virðisøkingin verður størri enn við vanligari framleiðslu, ella har nýggjar vørur verða mentar fyri at koma á aðrar marknaðir.
Umsóknirnar, ið ikki vórðu gingnar á møti, vóru av ymiskum orsøkum ikki mettar at lúka treytirnar um menningar- og nýskapanarvirði.
Eins og undanfarin ár verða í sambandi við játtandi svar um kvotur til vinnuligar fiskiroyndir, settar serligar treytir, sum skulu tryggja, at endamálið við royndunum verður rokkið. Frágreiðingar skulu sendast Fiskivinnu- og samferðslumálaráðnum, tá royndirnar eru gjørdar – í seinasta lagi 31. januar 2024.
Feløgini, sum hava fingið játtað kvotur, eru:
Norðhavssild
Makrelur
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 21. august 2023
1. juli búðu 54.601 fólk í Føroyum
Fólkatalið í Føroyum vaks við 609 persónum seinasta árið, og 1. juli búðu 54.601 fólk í Føroyum. Tað svarar til ein vøkstur á 1,1 prosent, sum er nakað minni enn í undanfarna tíðarskeiði. Tað vísir nýggjasta uppgerðin fyri fólkatalið í Føroyum, sum Hagstovan kunngerð í dag
Síðani fólkavøksturin byrjaði fyri skjótt tíggju árum síðani, er fólkatalið vaksið við 6.500 fólkum ella 14 prosent. Gongdin í fólkavøkstrinum hevur verið ymisk í økjunum kring landið, og ferðin á fólkavøkstinum hevur verið ymisk frá ári til ár. Seinastu tíðina hevur fólkavøksturin verið lakari enn undanfarnu árini, og tað hómast aftur á strikumyndini:
Fólkatalið verður ávirkað av nettoflyting, sum er munurin millum tilflyting og fráflyting, og burðaravlopi, sum er munurin millum fødd og deyð. Vøksturin seinasta árið kemur av einum burðaravlopi á 185 fólk og eini nettoflyting á 424 fólk. Talvan niðanfyri vísir, at samanborið við undanfarna tíðarskeið er nettoflytingin minkað meðan burðaravlopið er vaksið.
Deyðatalið minkar meiri enn føðitalið
Trendarnir vísa, at gongdin í føðitalinum og deyðatalinum hevur verið minkandi seinastu mánaðarnar. Gongdin í deyðatalinum hevur tó verið meiri minkandi enn tann í føðitalinum, og samanlagt veksur hetta um munin millum fødd og deyð.
Deyðatalið er nú minkað so mikið nógv, at tað er á sama stigi sum framman undan stóra vøkstrinum, sum var í fjør.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald
Størsti vøkstur í Eysturoynni
Fólkatalið hevur í longri tíð verið javnt vaksandi, men stórur munur er á økjunum kring landið.
Samanborið við 1. juli 2013 er fólkatalið vaksið í øllum økjum uttan Sandoyar- og Suðuroyar øki.
Størsti vøksturin hevur verið í Suðurstreymoyar- og Eysturoyar øki við 17-18 prosentum, síðani í Vága-, Norðoya- og Norðstreymoyar øki við 7-12 prosentum. So gott sum ongin broyting hevur verið í Sandoyar- og Suðuroyar øki. Prosentvísa gongdin síðan 2013 sæst í myndini niðanfyri.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald
Vøksturin størstur í størstu kommununum
Í kommununum var fólkavøksturin størstur í Tórshavnar, Runavíkar og Klaksvíkar kommunu. Síðani í Nes og Sjóvar og Vestmanna kommunu.
Í bygdunum vaks fólkatalið mest í Tórshavn, Klaksvík, Argjum, Saltangará og á Toftum.
Sí fleiri tøl í talvuni niðanfyri, sum vísir fólkatalið í kommununum við tilhoyrandi bygdum 1. juli 2022 og 2023.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 22. august 2023
Ungdómur kann brúka hallirnar fram til midnátt tær løtur, tá tær ikki eru upptiknar av skipaðari venjing
Tórshavnar kommuna hevur tikið avgerð um at lata ítróttahallir upp frá klokkan 7 á morgni til midnátt allar dagar í vikuni.
Tað boðaði Tórshavnar kommuna frá mikudagin á heimasíðu síni. Avgerðin kemur eftir at mikið kjak hevur staðist um, at læst verður fyri børnum og ungdómi, sum ynskir at koma inn í hallirnar at íðka og venja uttan fyri vanligar skipaðar venjingartíðir.
Talan er um royndarverkætlan til nýggjárs, og sum fevnir um høllina á Hálsi, Gundadalshøllina, Hoyvíkshøllina og høllina í Kollafirði.
Fyribils verða ítróttahallirnar í skúlanum á Argjahamri og skúlanum á Fløtum ikki við í skipanini, tí har krevjast onnur atkomuviðurskifti enn tey verandi. Arbeitt verður við hesum, skrivar torshavn.fo.
Heðin Mortensen, borgarstjóri, sigur, at sjálvandi skal ungdómur kunna brúka tøkar tímar í hallunum til frítt spæl. Eydnast royndarverkætlanin væl, so er ætlanin, at hallirnar framyvir bert eru stongdar tríggjar vikur um summarið, tá umvælingar skulu gerast, umframt ávísar heiligdagar, sigur hann.
Skúlar, frítíðarskúlar og dagstovnar brúka vanliga hallirnar gerandisdagar í skúlatíð. Síðani er skipað ítróttavirksemi, tað vil siga venjingar og kappingar, til kl. 22 og stundum til kl. 23, eisini í vikuskiftinum.
Men tað eru eisini nøkur glopp til frítt spæl, og nú verður so upplatingartíðin eisini longd til kl. 24.
Í hesum sambandi verða kunningarskíggjar settir upp í hallunum, so at til ber at síggja, hvørjar tíðir eru tøkar tann dagin. Á heimasíðuni itrott.fo ber eisini til at síggja tíðirnar fyri hvørja einstaka høll.
Borgarstjórin sigur, at hann hevur fult álit á ungdóminum og at tey fara væl um. Endamálið er bæði at skapa trivna og at fría spælið kann eggja fleiri til at menna seg enn meir í teirra ítrótt. Skipanin skal eftirmetast í desember.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 23. august 2023
Tá freistin var farin, vóru seks umsóknir komnar inn, og søkt var um tilsamans 1,3 milliónir krónur
Seks verkætlanir hava fingið stuðul til grønmetisframleiðslu í Føroyum.
Á løgtingsfíggjarlógini fyri 2023 eru játtaðar 800.000 krónur til endamálið.
Endamálið við játtanini er at økja um vitan, royndir og kunnleika, sum kunnu vera við til at menna framleiðsluna av dygdargóðum grønmeti, sum verður framleitt í Føroyum. Stuðul kann veitast einstaklingum, feløgum og felagsskapum, skrivar Uttanríkis- og vinnumálaráðið.
Lýst varð alment eftir umsóknum, og tá ið freistin var farin, vóru seks umsóknir komnar inn, og søkt var um tilsamans 1.299.531 krónur.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 19. august 2023
27 umsóknir komu inn um stuðul til útoyggjamenning í ár – tilsamans verður játtað 1,1 milliónir krónur
27 umsóknir komu inn um stuðul til útoyggjamenning í ár, og av teimum fáa 23 verkætlanir stuðul.
Flestu av verkætlanunum snúgva seg um umvæling, dagføring og viðlíkahald av bygningum og øðrum á útoyggj. Harumframt eru eisini verkætlanir sum umfata mál og mentan og annað.
Endamálið við játtanini, sum er 1,1 milliónir krónur, er at stuðla tiltøkum, sum eru mennandi fyri útoyggjar. Stuðulin kann veitast einstaklingum, virkjum, feløgum og kommunum, skrivar Løgmálaráðið.
Ávísar treytir eru fyri at veita stuðul. Umsøkjarar skulu greiða frá endamálinum við verkætlanini, fíggjarætlan og hvussu hon verður framd. Útoyggjar, sum koma undir hesa skipan, eru Fugloy, Svínoy, Kalsoy, Mykines, Hestur, Koltur, Skúvoy og Stóra Dímun.
Ongir pengar fella til Koltur, Hest og Mykines í hesum umfari. Fugloy fær 291.000, Svínoy 260.000, Kalsoy 60.000, Skúvoy 117.000 og Stóra Dímun 50.000 krónur.
Stuðulsupphæddirnar í ár eru úr 10.000 krónum upp í 300.000 krónur.
Yvirlit yvir játtaðar verkætlanir sæst niðanfyri.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 19. august 2023
– Hetta er eitt týðandi stig í okkara strategi at byggja nýggjar fóðurflakar til altjóða marknaðin, sigur Suni Justinussen, stjóri á GroAqua
Farna vikuskiftið byrjaði sleipið av nýggja fóðurflakanum Kambsnes, sum føroyska felagið GroAqua hevur bygt til eitt alibrúk hjá Háafell í Ísafirði í Norðuríslandi. Talan er um ein nýggjan serbygdan flaka, ið er gjørdur til hørðu umstøðurnar í Ísafirði.
Arbeiðið hevur gingið sera væl, og flakin varð leveraður tvær vikur áðrenn tíð.
Tað er felagið hjá GroAqua í Polandi, sum hevur bygt flakan, og verkætlanarleiðslan hevur ligið í Føroyum.
– Hetta er eitt týðandi stig í okkara strategi at byggja nýggjar fóðurflakar til altjóða marknaðin, sigur Suni Justinussen, stjóri á GroAqua. Talan var um útboðið arbeiði, har vit vunnu kappingina í móti stórum feløgum uttanlands – eitt týðuligt tekin um, at føroyskar loysnir eru kappingarførar á altjóða marknaðinum.
Flakin er útgjørdur við stórari battarískipan – eini hybridloysn við generatorum, ið bert koyra í 2-4 tímar um samdøgrið fyri at løða battaríini. Hetta effektiviserar munandi um orkuframleiðsluna, samstundis sum tað minkar um bæði oljunýtslu, CO2 útlát og ljóðdálking.
– GroAqua hevur nógvar royndir í at byggja fóðurflakar, serliga til útsett aliøkir við harðrendum sjógvi og veðurlagi, sigur Gauti Geirsson, stjóri á Háafell. Við hesi verkætlan hevur GroAqua tikið hetta eitt stig víðari við at taka hædd fyri ísi og klaka við einum sterkum og tryggum fóðurflaka.
Verkætlanin byrjaði á tekniborðinum fyri einum knøppum ári síðan, og um ársskifti bleiv sáttmálin undirskrivaður. Framkomna tøknin frá GroAqua ger, at allar skipanir umborð eru sjálvvirkandi og kunnu fjarstýrast frá landi. Flakin tekur 480 tons av fóðri og er gjørdur til eina signifikanta alduhædd á Hs 5,5m. Skrokkurin er dupultur, ið bæði styrkir ímóti ísi og avmarkar kondens á innaru veggunum.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 21. august 2023
256 høvdu sín fyrsta dag á Fróðskaparsetri Føroya á stóru lestrarbyrjanini mánadagin
Rokan var í fjøruni mánadagin á Vestaru Bryggju í Havn, tá stóra innleiðslan fyri nýggj lesandi var í Sjóvinnuhúsinum, har Fróðskaparsetur Føroya eisini heldur til.
256 lesandi á 20 útbúgvingum høvdu sín fyrsta dag, har tey fingu lestrarkort og góð vælkomuorð og tónleik í Kongshøll, áðrenn tey fóru út á sínar egnu deildir, har tey eisini hava innleiðslur hesa vikuna.
Í ár fer Námsvísindadeildin á fyrsta sinni at hava tveir flokkar av námsfrøðingum, nú samfelagsligi tørvurin á teimum er so stórur. Tilsamans 44 námsfrøðilesandi eru í 2023-árganginum.
25 nýggj sjúkrarøktarfrøðilesandi byrjaðu eisini í gjár, og aftrat hinum 25, sum byrjaðu í januar, er tann árgangurin sostatt 50.
Á spildurnýggju útbúgvingini, master í dátuvísindum, fara 17 lesandi nú til verka.
Ársins umsóknartøl og tøl fyri tey, sum eru byrjað á teimum ymisku útbúgvingunum, eru her:
Fleiri myndir og meira um lestrarbyrjanina her
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 22. august 2023
Presturin í nýggja embætinum hevur millum annað til uppgávu at virka millum teirra, sum hava avbjóðingar í gerandisdegnum og gerast sosialt viðbrekin
Tað verður Sverri Steinhólm, sum áður hevur røkt embætið sum sjúkrahús – og fongsulsprestur, ið nú verður fyrsti diakonprestur í Føroyum.
Hesum boðar Fólkakirkjan frá í skrivi í vikuni.
Presturin í nýggja embætinum hevur til uppgávu at virka millum teirra, sum hava avbjóðingar í gerandisdegnum og gerast sosialt viðbrekin. Hetta eitt nú í mun til arbeiðsloysi, bundinskap ella heimloysi, og skal hann virka í samspælinum millum tað einstaka menniskjað og samfelagið.
- Í arbeiðinum skal hann boða evangeliið um Jesus í orði og verki inn í tilverunnar avbjóðandi umstøður.Í fyrstu atløgu verður byrjað spakuliga í tættari samvinnu við Bláa Kross Føroya og Soli Deo Gloria í Klaksvík, ið eru umboðað í nevndini, ið saman við biskupi hevur ábyrgd av diakonprestinum.
Um setta prestin skrivar folkakirkjan.fo, at Sverri hevur drúgvar royndir á økinum frá sínum arbeiði í Bláa Krossi, har hann hevur verið virkin alt sítt lív og formaður í mong ár. Hann kemur at samstarva við felagsskapir og øll tey, ið ynskja at samstarva við fólkakirkjuna.
Fólkakirkjan hevur seinnu árini verið í eini tilgongd at seta fleiri funktiónsprestar, at virka við meiri bundnum uppgávum, og setanin av diakonpresti er ein liður í hesum.
Umframt diakonprestin, eru funktiónsprestar, ið røkja uppgávur innan sjúkrahúsverkið, millum fongslaðir føroyingar. Fólkakirkjan hevur eisini nýligani sett ein studentaprest at virka á miðnámskúlunum kring landið.
Sverri Steinhólm byrjar í tænastuni sum diakonprestur tann 1. september.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 24. august 2023
Hevur lokið serlæknaútbúgving í almennum medisini á Landssjúkrahúsinum og hjá kommunulæknaskipanini
Ásla Janfríð Joensen hevur lokið 4,5 ára serlæknaútbúgving á Landssjúkrahúsinum og hjá kommunulæknaskipanini, har hon hevur verið í ymiskum læknaviðtalum.
Ásla hevur verið ávikavist hjá Kára Rasmussen, kommunulækna sála í Skálafjarðar læknadømi, hjá kommunulæknunum Signhild Petersen og Heina Harryson í Eiðis læknadømi og nú tað seinasta árið í viðtaluni hjá Turið Holm Johannessen, kommunulækna í Suðurstreymoyar læknadømi.
Í Føroyum er útbúgving av serlæknum í almennum medisini skipað í samstarvi millum Landssjúkrahúsið, Kommunulæknaskipanina og Videreuddannelsesregion Øst í Danmark. Útbúgvingartíðarskeiðið fevnir um ymiskar kliniskar starvstíðir á sjúkrahúsi og í kommunulæknaviðtalu, umframt eina røð av skeiðum v.m. í Danmark og í Føroyum.
Í løtuni eru 12 læknar undir útbúgving til kommunulækna.
Ásla er tann triði læknin, ið verður liðug í ár. Tann næsti læknin verður eftir ætlan liðugur 29. februar 2024.
Kelda: Landssjúkrahúsið
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 21. august 2023
Landsverk og Fróðskaparsetur Føroya bjóða grannum og øðrum áhugaðum, í samband við at arbeiði nú av álvara fer í gongd
Fróðskaparsetur Føroya og Landsverk fara nú undir fleiri arbeiðir í samband við heildarætlanina fyri Kampus frá 2018.
Landsverk, saman við Fróðskaparsetur Føroya, bjóðar inn til kunningarfund um tey arbeiði, sum eru byrjað og sum fara at byrja, í sambandi við verkætlanina Kampus.
Bæði grannar og onnur áhugað eru vælkomin á fundin, sum verður í Auluni á Fróðskaparsetrinum - fyrrverandi Læraraskúlahøllin - týsdagin 5. september kl. 19.30.
Her verður m.a. tann komandi parkeringin á grasfløtuni umrødd, hvat grannarnir kunnu vanta av ávirkan í byggitíðini næstu árini. Verkætlanin byrjar í hesum mánaðinum - í august 2023.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 22. august 2023
Manningarnar, sum samanlagt hava verið umborð í mánaðir, kenna nú skipið og útsøgnirnar um trolaran, eru sera jaligar
Eitt ár er nú farið síðani nýggi frystitrolarin, Akraberg, kom í flotan. Manningarnar, sum samanlagt hava verið umborð í mánaðir, kenna nú skipið og útsøgnirnar um trolaran, eru sera jaligar.
- Akraberg er eitt frálíkt skip og er besta og róligasta skipið, eg havi siglt við. Harafturat hevur skipið riggað væl frá nærum fyrsta degi, hóast onkrar smávegis broytingar og betringar kunnu gerast enn!
Tað sigur, garvaði trolmaðurin, Dánial Jacobsen, sum eisini sigldi við gamla Akrabergi.
- Verksmiðjan hevur riggað væl, og tað mesta, vit hava hagreitt og fryst í eitt samdøgur, er 86 tons av avhøvdaðum fiski, sigur hann.
- Síðsti túrur vardi tveir mánaðir, og vit høvdu 850 tons av frystum fiski og 500 tons av súrløgi. Tveir mánaðir tykjast kanska drúgvir, tí nógvu undanfarnu túrarnir hava verið styttri, men fyrr var tað als ikki óvanligt við tveimum mánaðum ella longri, sigur Dánial.
- Nú riggar manningin, sum var við síðsta túr, skipið, til nýggjan túr, sum verður eftir rækjum.
Hetta verður fyrsti rækjutúrur hjá hesum Akrabergi, so tað verður spennandi. Harafturat er ætlanin at kóka stóru rækjurnar og pakka tær í fimm kilo eskjur. Smáu rækjurnar vera ikki kókaðar, men frystar í 20 kilo blokkar, eins og gjørt varð við allar rækjurnar við gamla Akrabergi, sigur Dánial Jacobsen.
Akraberg fór avstað fyrr í vikuni og Eyðun á Bergi er skipari.
(Savnsmynd: Sverri Egholm)
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 25. august 2023
Samanborið við í fjør er minkingin umleið 40 prosent vísa úrslitini av kanningunum í juli
Makrelkanningarnar í juli vístu, at minni av makreli er í Norðurhøvum enn undanfarin ár. Tað skrivar Havstovan á heimasíðuni.
Vísitalið er tað minsta síðani 2007. Samanborið við í fjør er minkingin umleið 40 prosent. Mest var av trý og fýra ára gomlum makreli norðanfyri, men eisini var nógv av eitt og tvey ára gomlum makreli í Norðsjónum.
Makrelurin er framvegis rættiliga eystarliga, og tað hevur hann verið síðani 2018, tá nøgdirnar byrjaðu at minka í Eysturgrønlandi. Serliga var nógvur makrelur úti á djúpum, uttan fyri norska landgrunnin. Nøgdirnar norðan fyri Føroyar vóru nakað tær somu sum í fjør.
Úrslitini verða brúkt í makrelstovnsmetingini, sum verður gjørd komandi vikuna. Makrelkanningarnar eru felagskanningar, sum Jákup Sverri ger saman við rannsóknarskipum úr Íslandi, Noregi og Danmark.
Í ár vóru úrslitini fyri sild og svartkjaft ikki tøk til stovnsmetingarfundin, men verða roknaði seinni í heyst.
Les frágreiðingina her.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 24. august 2023
Kanningarnar hjá Havstovuni vísa millum annað, at heita rákið er ikki viknað síðan 1993
Nýggj vitan um rákið av heitum sjógvi norðan fyri okkum er júst komin í vísindatíðarritinum Ocean Science.
Tvørtur um undirsjóvarryggin millum Ísland og Føroyar rekur heitur sjógvur úr Atlantshavi inn í tey køldu høvini eystan og norðan fyri okkum. Hesin heiti “Atlantssjógvur” ber nógvan varma við sær og hevur ómetaliga stóran týdning fyri umstøðurnar hjá øllum livandi á føroyska landgrunninum og í Norskahavinum. Havstovan hevur tí í meiri enn 30 ár gjørt regluligar kanningar av hesum ráki.
Nógvar av hesum kanningum eru gjørdar eftir einum skurði, “Norðurskurðinum”, sum gongur frá Landgrunninum beint norðureftir (mynd sæst niðanfyri).
Regluliga hava fyrst Magnus Heinason og nú Jákup Sverri kannað hita og saltinnihald eftir hesum skurði. Hesar mátingar loyva okkum at skilja Atlantssjógvin frá køldum Arktiskum sjógvi, sum kemur norðaneftir.
Mynd 1. Botndýpi á Íslandsrygginum. Reyða linjan vísir Norðurskurðin, har regluligar mátingar eru gjørdar. Støð, har streymmátarar hava ligið, eru víst við gulum sirklum (boyur) ella kassum (trolvardar rammur)
Eftir Norðurskurðinum hava vit haraftrat lagt mátarar út, sum hava mátað streym í fleiri mánaðir í senn (sí "Mynd 2)). Eisini viðger ritgerðin mátingar frá fýra streymmátarum, sum hava ligið á rygginum (gulir kassar á Mynd 1). Vit hava harumframt brúkt mátingar frá satelitti (fylgisveini), sum eru gjørdar síðan 1993, og sum rúmdarkanningarstovnurin í Europa “Copernicus” almannakunnger.
Mynd 2. Syðsti partur av Norðurskurðinum. Streymmátarar hava ligið á botni í trolvardum rammum (gulir kassar) ella í ankraðum boyum (gulir sirklar). Teir máta streymferð við at senda ljóðstrálur móti vatnskorpuni og kanna ekkó.
Ritgerðin hevur trý høvuðsúrslit.
Úrslit 1: Nýggjastu satelittmátingarnar eru álítandi.
Satelittmátingarnar vísa, hvussu vatnskorpan hellur ymsastaðni kring okkum, og hvussu hallið broytist frá degi til dags. Eftir vanligari teori eigur hetta at siga okkum, hvussu streymurin í vatnskorpuni broytist. Tær nógvu streymmátingarnar, vit hava gjørt eftir Norðurskurðinum, kunnu samanberast við satelittmátingarnar, og upprunaliga riggaði samanberingin ikki so væl. Í december 2021 kom Copernicus tó við eini nýggjari útgávu, har allar mátingarnar síðan 1993 vórðu roknaðar umaftur (“reprocessed”), og hesi nýggju tølini samsvara sera væl við okkara mátingar. Tað ger samstundis, at vit kunnu brúka satelittmátingarnar eisini aðrastaðni og onnur tíðarskeið, har vit ikki sjálvi hava mátingar.
Úrslit 2: Heita rákið tvørtur um Íslandsryggin útgreinað.
Íslandsryggurin er sera breiður, og ikki hevur verið greitt, hvussu og hvar Atlantssjógvurin fer tvørtur um ryggin. Við at samanbera okkara egnu streymmátingar við satelittmátingarnar og aðrar kanningar sæst, at rákið er í tveimum sundurskildum greinum (sí Mynd 3). Íslendska greinin er smøl og liggur yvir íslendsku hellingini. Hon eigur helst minni enn ein fjórðing av samlaða rákinum. Restin kemur í føroysku greinini, sum er væl breiðari.
Mynd 3. Rákið av Atlantssjógvi tvørtur um Íslandsryggin er í tveimum greinum. Íslendska greinin er smøl, og ein partur av henni vendir aftur inn á ryggin og melur yvir norðasta bankanum á rygginum.
Úrslit 3: Heita rákið er ikki viknað síðan 1993
Rákið av heitum Atlantssjógvi norðan fyri Føroyar er partur av eini størri streymskipan, sum røkkur um alt Atlantshavið, nevnd AMOC (Atlantic Meridional Overturning Circulation). Mett verður, at globala upphitingin fer at fáa AMOC at vikna. Um hetta hevði rakt okkara part av AMOC, hevði minkandi rákið av heitum sjógvi fingið stórar avleiðingar fyri okkara havøki. Enn ber ikki til at siga við vissu, um so verður seinni í hesi øldini. Men enn tykist rákið í øllum førum ikki at vera viknað her hjá okkum. Við at samantvinna okkara egnu mátingar við satelittmátingarnar kunnu vit rokna út, hvussu nógvur Atlantssjógvur ferðaðist gjøgnum Norðurskurðin hvønn mánað frá januar 1993 til december 2021 (sí mynd niðanfyri). Í miðal ferðast beint undir 4 milliónir rúmmetrar (m3) av heitum Atlantssjógvi gjøgnum Norðurskurðin hvørt sekund, og hetta talið er ikki minkað; heldur tvørturímóti.
Mynd 4. Mongdin av Atlantssjógvi, sum fór gjøgnum Norðurskurðin frá januar 1993 til december 2021. Tunna linjan vísir mánaðarmiðal. Tjúkka vísir ársmiðal.
Havstovan
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 23. august 2023
Barbara Beatrice Davidsen gevur út fyrstu skaldsøgu sína út í næstu viku – hon er skrivað á donskum. ‘Stormens vuggevise’ er ein sosialrealistisk skaldsøga um at vera ungur í Føroyum
31. august kemur út ungdómsskaldsøga á donskum, sum gongur fyri seg í Føroyum.
Tað er føroyska Barbara Beatrice Davidsen, sum hevur skriva skaldsøguna “Stormens vuggevise”, sum er ætlað ungum frá 12 ár og uppeftir. Bókin verður givin út á forlagnum Leitura, sum er danskur útgevari við tilknýti til Føroyar.
Á bókabaksíðuni stendur soleiðis um skaldsøguna:
“Brim trúði, at Ester var besta vinkona hennara. Men tað var áðrenn Ester gjørdist sjúk. Áðrenn Brim sveik hana og miste seg sjálva til ein bannaðan dreym. Nú veit Brim bert eitt: At hon svevur best, tá stormurin herjar.
‘Stormens vuggevise’ rannsakar, hvussu ein lívshóttandi sjúka broytir alt og styrkir bondini millum tvær vinkonur, meðan tær bjóða av fatanina av kærleika og trúfesti. Tað er ein forteljing um vinaløg, forelskilsi og ábyrgd. Og um óvæntaða vakurleikan í lívsins fløkju.”
Barbara Beatrice Davidsen, fødd í 1992, er fødd og uppvaksin í Føroyum og býr í Keypmannahavn. Hon hevur altíð verið hugtikin av góðu søguni, og longu í fólkaskúlanum gjørdist flokslærari hennara stúrin um, at hon altíð sat og stardi droymandi út gjøgnum gluggan, skrivar forlagið um rithøvundan, og heldur fram.
Við tíðini kom dreymurin um at gerast søguforteljari. Í 2020 kom hon við stuttsøguni ‘Sangfuglen’, og síðan eru komnar fleiri stuttsøgur frá hennara hond. Nú kemur hon so við fyrstu skaldsøgu síni. ‘Stormens vuggevise’ er ein sosialrealistisk ungdómsskaldsøga um at vera ungur í Føroyum, um vinalag, kærleika og trúgv, tá deyðin kemur ov tíðliga.
Barbare er útbúgvin verkfrøðingur og tá hon ikki skrivar, arbeiðir hon sum ráðgevi innan grøna orkuskiftið.
Íblásturin til skaldsøguna kom einaferð Barbara var og vitjaði foreldur síni í Føroyum, og tað hevði verið stormur alla náttina.
- Eg var eitt sindur í øðrviti og ørkymlað um morgunin tá eg vaknaði, og minnist, at eg hugsaði, at tað var langt síðani, at eg hevði sovið so væl. Mamma gramdi seg um, at hon ikki hevði fingið eygað aftur á náttini, og spurdi meg hvussu eg hevði sovið. Eg svaraði: “Eg elski at sovna í larminum frá stormi”.
- Setningurin setti gongd á okkurt. Hann kendist meira sannur enn alt annað, ein sigur í gerandisdegnum. Eg fekk hug til at kanna, hvussu summi fólk finna ró í kaos.
- Hetta gjørdist mín arbeiðssetningur, og eg byrjaði at skriva um tað, eg kenni: Um bergtakandi staðið, har eg eri fødd og vaksin upp. Um skúlagongd, forelskilsi og vinalag. Av tí at sjúka eisini fylti nógv í mínum lívi, gjørdist tað eisini ein partur av søgugongdini, har eirindaleysa føroyska náttúran eisini spælir við.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 22. august 2023
Fyrsti Norð Festivalurin fer av bakkastokki við morgunmati og framførslu hjá Trølla Pætur og ommuni. Marius DC, Tinganest, Grandma's Basement og DJ Andru eru á skránni eftir midnátt
Nýggjasti føroyski tónleikafestivalurin, Norð Festivalurin, verður hildin á Viðareiði í dag og í kvøld.
Talan er um ein langan konsertdag, har ymiskt annað eisini er á skránni.
- Trølla Pætur og Omman fara á pall kl. 11.15 og Barnalandið letur upp kl. 12. Viðingar fletta eina kúgv kl. 13 og Silvi vitjar kl. 14. Halleluja Sofus er fyrsti maður á terassuni kl 15, áðrenn Bjarki Hansen trýnur á stóra pall kl. 15.30. Harfrá koyra vit við fullari megi. Tað verður góður tónleikur allan dagin og tætt ímillum konsertirnar á ymisku pallunum.
Fleiri ymiskir pallar eru, okkur er inni á Hotel Norð, har ymiskur matur eisini verður at fáa.
Sí skránna niðanfyri:
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 23. august 2023
"Kampen om ytringsfriheden" hjá Heina í Skorini gongur sum heitt breyð. Lektarin á Søgu- og samfelagsdeildini á Setrinum hevur eisini verið í nógvum norðurlendskum miðlum
Móttøkan var góð, tá Heini í Skorini, lektari á Søgu- og samfelagsdeildini, í apríl í ár út bókina ”Kampen om ytringsfriheden: religion, politik og global værdikamp.”
Bókin fekk góð ummæli í m.a. Weekendavísini, Jyllandspostinum og á Altinget.dk, har fyrrverandi danski uttanríkisráðharrin, Per Stig Møller, kallaði bókina ”fortræffelig” (frálíka/framúrskarandi). Nú er hon eisini at síggja á donskum bestseljaralistum.
Í viku 33 er bókin nummar seks á topplistanum fyri danskar fakbøkur hjá SAXO.
Kampen om ytringsfriheden” viðger søguliga og aktuella stríðið um at definera mørkini fyri talufrælsinum. Seinastu vikurnar er hon vorðin meiri aktuell av áhaldandi koran-brenningunum í Danmark og Svøríki, mótmælisgongum í muslimska heiminum og álopum á m.a. svensku sendistovuna í Baghdad.
Tann 31. juli hevði felagsskapurin hjá 57 muslimskum londum í heiminum, The Organization of Islamic Cooperation (OIC), ein fund um, hvussu muslimski heimurin kann ella skal revsa Danmark og Svøríki. Sambært fregnartænastunum er hóttanin um yvirgang vaksin.
Samstundis hava bæði danska og svenska stjórnin boðað frá, at nýggj lóggáva skal samtykkjast, sum setur forboð ímóti at brenna bøkur. Fólkatingið skal væntandi taka støðu til ítøkiliga lógartekstin í september ella oktober. Hesar hendingar hava havt ávirkan á umrøðuna og søluna av bókini, og Gads Forlag hevur nú ætlanir um at umseta bókina til enskt og geva hana út á enskum forlagi. Samstundis hava fleiri samrøður verið við høvundan, Heina í Skorini, í føroyskum, donskum, svenskum og íslendskum miðlum.
Nøkur dømi síggjast á setur.fo
Tíðindaskriv frá Fróðskaparsetri Føroya
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 24. august 2023
Í næsta mánaði skulu Sement-vinnararnir spæla á Reeperbahn Festival í Hamburg. Umframt hetta er altjóða bíleggingaravtalu gjørd við tað viðurkenda franska felagið Voulez Vous Danser.
Í apríl kundi Aggrasoppar rópa seg vinnarar av Sementi, eitt sum millum annað beindi teir til Spot-finaluna bara nakrar dagar seinni. Eina viku eftir stóð bólkurin tvær ferðir á pallinum á The Great Escape, sum er stórur festivalur í Brighton í Onglandi fyri nýggjar bólkar.
Har var lutfalsliga nýggi føroyski tónleikabólkurin stórliga fagnaður, og nú boðar Faroe Music Export frá, at Aggrasoppar hava fingið pláss á Reeperbahn Festival í Hamburg, umframt at "sopparnir" hava skrivað undir eina altjóða bíleggingaravtalu við tað viðurkenda franska felagið Voulez Vous Danser.
- Reeperbahn Festival er ein av teimum størstu og týdningarmestu showcasefestivalunum í Europa, og ikki minst: tann greitt størsti og týdningarmesti hjá einum av heimsins størstu tónleikamarknaðum, Týsklandi. Festivalurin savnar tónlistafólk og tónleikavinnu úr øllum heiminum og fer fram á tí legendarisku høvuðsgøtuni kring Reeperbahn í Hamburg í fýra dagar í septembur. Aggrasoppar eru fyribils settir til at spæla leygarkvøld.
Soleiðis skrivar FMX um festivalin í norðara parti av Týsklandi, sum í ár millum 20. og 23. septembur. Festivalurin er kendur fyri at fáa tey nýggju talentini fram, sum heimurin skjótt fer at síggja og hoyra meiri frá. Føroyskt nøvn hava, so seint sum í fjør, spælt har: Í 2022 framførdu Brimheim og Joe & The Shitboys á Reeperbahn Festival.
Trygvi Danielsen til The Great Escape í Brighton (Mynd: Jamie MacMillan)
Aggrasoppar hevur eisini fyri stuttum skrivað undir avtalu við Voulez Vous Danser, ið er eitt hámett bíleggingarfelag í Frankaríki. Umboð fyri felagið hoyrdi føroyska bólkin á millum annað G! herfyri. Hesum boðar Faroe Music Export eisini frá í dag.
- Avtalan er galdandi fyri alt Europa. Samstarvið fer vónandi at senda Aggrasoppar út á fleiri konsertir og festivalar í Europa tey næstu árini.
Í bólkinum Aggrasoppar eru trý fólk, sum í hesum førinum hava skaldanøvnini Ayphinn, Dada, and Sóljudrongur. Tey eru Eyðfinn Bogason Lamhuage úr Fuglafirði, Dania O. Tausen av Toftum og Trygvi Danielsen úr Tórshavn. Øll eru við til at gera og syngja sangirnar og framføra serstaka tónleikin hjá bólkinum. Trygvi sigur soleiðis um spennandi tíðindini:
- Vit soppar eru øgiliga spentir um framtíðina, nú stórar konsertir eru fyri framman á festivalunum Reeperbahn í Hamburg og á øðrum spennandi festivalum, sum ikki eru kunngjørdir enn. Tað er sovorðið, ein altíð hevur droymt um. Haraftrat hava vit skrivað undir við bókingarfelagið Voulez Vous Danser, sum m.a. hoyrdi okkum spæla á G! festivalinum og hevur boðið sær til at umboða okkum. Hetta er eitt fantastiska spennandi samstarv, ið letur nógvar hurðar upp, sum vit gleða okkum at trína um. Framtíðin kennist ljós.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 22. august 2023
Nordic Music Export hevur kunngjørt sín árliga lista yvir ungar einstaklingar, sum bera ídnaðin fram. Marianna Winter Nagata er við sum fyrsti føroyingur nakrantíð
Norðurlendski tónleikaídnaðurin hevur avdúkað teir 20 einstaklingarnir undir 30 ár, sum bera ídnaðin fram við árliga Nordic Music Biz Top 20 Undir 30-framtakið. Tað er sum NOMEX (Nordic Music Export) skipar fyri.
Fyri fyrstu ferð nakrantíð er ein føroyingur valdur, og vit hava tað stóru gleði at ynskja Marionnu Winter til lukku við at vera ein av teimum 20 vinnarunum.
- Marianna Winter Nagata er ein dynamisk kraft í føroyska tónleikaídnaðinum. Hon arbeiðir í løtuni sum A&R hjá TUTL, sum er fremsti umboðari og útbýtari av føroyskum tónleiki. Leikluturin hjá Mariannu fevnir víðari enn hennara A&R-ábyrgd. Hon er útgávustrategur og tónleikarafyriskipari og hevur aktivan leiklut í bookingtoyminum hjá G!Festivalinum. Hon er eisini leiðari í lokala jazzfelagsskapinum og bókar árliga Vetrarjazzfestivalin.
Serkunnleikin hjá Mariannu var serliga viðurkendur, tá ið hon sat í panelinum til Trondheim Calling 2023 og segði frá sínum innliti í at navigera tónleikavinnuna. Haraftrat varð hon vald sum umboð til Reeperbahn International Trade Mission í New York Indie Week í fjør, har hon víðkaði sítt netverk uppaftur meiri.Við sínum víðfevndu royndum og innliti sum tónleikari, sangskrivari og listafólk er Marianna ágrýtin stuðul hjá spírandi listafólki í Føroyum, meðan hon eisini talar fyri rættindum hjá tónleikarum sum nevndarlimur í Tónleikasamband Føroya.
FØROYAR
Marianna Winter (23) A&R, TUTL
Um topp 20 - príshandanin verður 14. september
Nordic Music Biz Top 20 Undir 30 gongur nú á sætta árið. Fokuserað verður á fjølbroytni í ídnaðarvinnuni og sjangrum, sum endurspeglast í tí fjølbroytta tónleikapallinum á økinum. Í ár er listin eisini vaksin við einum talenti úr Føroyum. NOMEX, sum er eitt samstarv millum norðurlendsku eksportráðini, hevur halgað seg til at ala fram vøkstur og menning fram í norðurlendsku tónleikavinnuni í meira enn eitt áratíggju.
Aftanfyri pallin hava hesi ungu professionellu ein týðandi leiklut í vøkstrinum av norðurlendskum tónleiki og ávirkan hansara kring heimin. Tey koma við nýggjum perspektivum og nýskapandi hugskotum í einari vinnu, ið broytist alla tíðina. Hvørt ár velur dómarapanelið 20 einstaklingar undir 30, sum eru mettir at hava eina møguliga framtíð sum vinnuleiðarar. Hesir vinnarar verða heiðraðir á by: Larm Festival – eitt stórt tiltak í norsku tónleikavinnuni, sum verður hildið í Oslo í Norra.
Í ár er príshandanin sett til hósdagin 14. september. Nordic Music Biz Top 20 Undir 30-móttakarar vórðu valdir grundaðir á eini røð av kriterium, sum t.d. vøkstur hjá fyritøkum, gongdin í yrkisleið, viðurkenning frá ídnaði, nýlig ávirkan á vinnuna, listarligari menning, nýhugsan, konsertinntøku, sølu, stroymingardata, atøkum og at verða hoyrd/sædd á útvarps- og sjónvarpspalli.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 22. august 2023
Framsýningin “Skjótt, tó ikki seint” hongur uppi til 24. september
Í dag letur upp listaframsýning í Gamla Seglhúsinum í Klaksvík við listaverkum hjá Hansinu Iversen.
“Skjótt, tó ikki seint” er heitið á framsýningini.
Fernisering verður 16, og tá fer Kinna Poulsen at halda røðu. Eisini verður tónleikur og lættari ábit umframt at tað er møguligt at hitta listakvinnuna.
Talan er um eina søluframsýning, sum hongur uppi fram til 24. september.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 24. august 2023
Hetta er fyrstu ferð, at filmur frá teimum sokallaðu sjálvstýrandi økjunum innan norðurlendska samstarvið er innstillaður at finna filmsvirðisløn Norðurlandaráðsins
Síðan 2002 hevur ein filmsvirðisløn verið millum virðislønirnar, sum Norðurlandaráðið letur á hvørjum ári í sambandi við ársfundin í ráðnum.
Higartil hava tað bert verið filmar úr teimum ‘stóru’ norðurlondunum, sum hava innstillað og vunnið hesa virðislønina.
Men í ár hevur ein grønlendskur filmur møguleika at vinna. Í ár eru nevniliga seks filmar innstillaðir til heiðurin – teirra millum grønlendski filmurin Alanngut Killinganni (The Edge of the Shadows) hjá filmsleikstjóranum Malik Kleist, sum eisini hevur skrivað handritið.
Teir innstillaðu filmirnir til virðislønina vórðu kunngjørdir í dag. Hinir innstillaðu filmirnir eru:
Danmark: Viften. Leikrit: Anna Neye. Leikstjórn: Frederikke Aspöck.
Finnland: Kupla. Leikrit: Reeta Ruotsalainen. Leikstjórn: Aleksi Salmenperä
Ísland: Á ferð með Mömmu. Leikrit og leikstjórn: Hilmar Oddsson
Noreg: Krigsseileren. Leikrit og leikstjórn: Gunnar Vikene
Svøríki: Motståndaren. Leikrit og leikstjórn: Milad Alami
Um grønlendska filmin 'Alanngut Killinganni' verður sagt, at leikstjórin á sjáldsaman hátt sigur eina søgu, ið byggir á forteljingar og mytologi hjá inuittum. Her er frásøgukynstur, humor og óhugni frá siðbundna grønlendska skaldskapinum á mannamunni. Grønlendska landslagið er eisini ein týðandi partur av søguni, og vøkru landsløgini eru við til at styrkja kensluna av ótta og órógv og gevur harvið filminum eina eyka dimensjón.
Um søgugongdina verður sagt, at átta ár eru liðin síðan seks ungfólk vórðu álopin av sagnveruni Qivittoq í Qaqqat Alanngui. Tuuma er ferðaleiðari í Nuuk og siglir runt við ferðafólki. Á einum av hesum túrunum biðja ferðafólkini hann sigla til staðið, har tey ungu vórðu álopin í síni tíð, og Tuuma játtar, hóast honum ikki dámar tað.
Men tá tey koma fram, gerst illgrunin hjá Tuuma til veruleika, og tey bæði ferðafólkini hvørva. Tuuma stimar í skundi aftur til Nuuk fyri at fáa hjálp frá løgregluni. Men er tað skilagott at venda aftur fyri at leita eftir ferðafólkunum, tá Qivittoq’ar gera um seg í fjøllunum?
Vinnarin av filmsvirðisløn Norðurlandaráðsins verður avdúkaður í Oslo 31. oktober.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 22. august 2023
Talan er um at fara undir framleiðslu á eini “gamlari” gasskeldu miðskeiðis millum Hetland og Føroyar
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 21. august 2023
Tað er norska Equinor, sum stendur fyri hesi fyrstu og størstu havvindorku verkætlanini, Hywind Tampen á norska landgrunninum
Til hátíðarhaldið mikudagin vóru m.a. norski krúnprinsurin Haakon og norski forsætisráðharrin Jonas Gahr Støre.
Vindmylnulundin, sum fevnir um 11 risastórar vindmyllur, hevur eina árliga framleiðsluorku uppá 88 Megawatt, og skal hon í fyrsta lagi veita 35 prosent av streyminum til teir fimm oljupallarnar á Gullfaks og Snorre leiðunum. Hetta er fysrtu ferð í heiminum sum heild, at oljupallar verða riknir við streymi frá havvindmyllum.
Endamálið er at minka um CO2 útlátið eins og seta gongd á eina heilt nýggja vinnu í Noregi. Hywind Tampen fer at minka um útlátið frá oljuleiðunum við 200.000 tonsum av CO2 um árið. Samlaði kostnaðurin er 7,4 milliardir norskar krónur og er hetta væl meira enn upprunaliga mett.
Kortini heldur norski forsætisráðharrin, sambært NRK, at hetta er ein skilagóð íløga. Hóast hon ikki er lønandi í løtuni, so leggur hon botn til og er grundarlagið fyri eini heilt nýggjari vinnu, sum skal gera Norra meira grønt tvs. at við slíkum verkætlanum fer landið at minka munandi um útlátið.
Eisini fara slíkar verkætlanir at skapa nýggj arbeiðspláss framvið norsku strondini, har umstøðurnar til havvindorku eru sera góðar. Hon fer so eisini at skunda undir menningini av nýggjari tøkni til júst varandi orkukeldur.
Jonas Gahr Støre sigur víðari, at tað hevur alt at siga at kunna seta gongd á henda nýggja veruleikan. Partur av drívmegini aftanfyri verkætlanini eru royndirnar at menna nýggja tøkni eins og varð gjørt á sinni, tá farið varð undir at menna olju- og gassvinnuna. Havvindorkan byggir á herðarnar á olju- og gassvinnuni.
Havvindorkan fer so eisini í framtíðini at vera grundarlagið undir øðrum framleiðslum so sum vetni/hydrogen, sum kann fáa alstóran týdning fyri grøna orkuskiftið í sjóvinnuni og samferðsluni annars.
Forsætisráðharrin heldur, at longu í 2030 fer nýggja tøknin við havvindorku at verða ment somikið nógv, at framleiðslan verður lønandi. Í dag hevur tað almenna stuðlað munandi útbyggingini, sum Equinor og fleiri aðrar norskar fyritøkur standa fyri.
Hywind Tampen liggur á 230-til 300 metra dýpi 140 kilometrar úr landi. Lundin verður rikin úr Bergen.
Norska stjórnin hevur í umbúnað at leggja av økið til havvindorkuframleiðslu, sum svarar til 30GW innan 2040.
Eisini í Bretlandi og aðrastaðni í heiminum verða stórar íløgur gjørdar í havvindorku, eitt nú stendur Equinor á odda fyri eini risastórari havvindmylnulund, Dogger Bank í bretska partinum av Norðsjónum.
Eisini í Føroyum hevur spurningurin um havvindmylnulundir verið havdur á lofti og hava bæði umboð fyri SEV og Umhvørvisstovuna mælt til at farið verður undir at kanna umstøðurnar og møguleikarnar fyri havvindorku í Føroyum í framtíðini, ið m.a. kann vera við til at menna framleiðslu av vetni, sum so aftur kann gera brennievni til eitt nú fiskiflotan. Áhugavert verður at fylgja hesi gongd.
Hagtøl vísa, at 80 prosent av havvindtilfeinginum í heiminum finst á økjum, har dýpið er meira enn 60 metrar. Og til tað má sigast, at Føroyar liggja avgjørt frammaliga í so máta. Hjá næsta granna okkara, Hetlandi, verður hugt at møguleikunum bæði eystan og vestan fyri oyggjarnar at fara undir havvindorku.
Arbeiðið við havvindorku verður annars raðfest høgt um alt Bretland. Danmark, Niðurlond og Týskland eru so eisini lond, ið síggja stórar møguleikar í havvindorku og hava hana ovast, tá tað snýr seg um grøna orkuskiftið.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 23. august 2023
Tað er ein serstak løta í hesum døgum í Hetlandi, tá talan er um grøna orkuskiftið. Allar tær 103 vindmyllurnar á landi eru liðugt uppsettar
Hetta er einki minni enn ein hátíðardagur í Hetlandi, sum hevur strongt so hart á at fáa grøna orku til oyggjarnar, sum annars í stóran mun eru heftar at olju til tess at nøkta tess orkutørv, nú 103 vindmyllur eru uppsettar. Talan er um eitt vegamót í grøna orkuskiftinum í oyggjunum.
Viking Windfarm, sum stendur fyri verkætlanini, hevur ætlanir um at kolvelta orkuveitingina í Hetlandi umframt at gera streym til eina tíðandi útflutningsvøru. Við hesi verkætlan vil Hetland vera við til at minka munandi um CO2 útlátið í Bretlandi.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 20. august 2023
Og Troels Lund Poulsen fer aftur í verjumálaráðið
Danski varaforsæris- og verjmálaráðharrin, Jakob Ellemann-Jensen varð týsdagin útnevndur til búskaparmálaráðharra. Hann heldur fram sum varaforsætisráðharri. Samstundis fór Troels Lund Poulsen aftur í verjumálaráðið.
Ráharraskiftið hendir eftir, at Jakob Ellemann-Jensen júst er vendur aftur til ráðharrastarvið eftir at hava verið sjúkrameldaður í eitt hálvt ár orsaka av strongd.
Meðan Ellemann-Jensen var sjúkrameldaður, virkaði Lund Poulsen sum verjumálaráðharri.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 22. august 2023
Umframt Jevgenij Prigozjin var eisini stovnarin av Wagner-bólkinum, Dmitrij Utkin, við privata flogfarinum. Tilsamans tíggju fólk lótu lív í vanlukkuni
Leiðarin av Wagner herinum, 62 ára gamli Jevgenij Prigozjin, var umborð á flogfarinum, sum mikukvøldið datt niður millum Moskva og Sankjta Pætursborg.
Tað váttaðu russisku loftferðslumyndugleikarnir sama kvøld, sambært Reuters tíðindastovuni.
Russiska ráðharraráðið fyri vanlukkur hevði tá upplýst, at innleiðandi kanningarnar av hendingini vístu, at øll umborð á flogfarinum lótu lív.
- Tað vóru tíggju fólk umborð á flogfarinum, herav manningin taldi trý. Sambært okkara fyribils upplýsingum, doyðu øll umborð, boðaði ráðharraráðið frá.
Russisku loftferðslumyndugleikarnir váttaðu seinni, at stovnarin av Wagner, Dmitrij Utkin var umborð á flogfarinum.
- Leiðarin av Wagner, ein russisk hetja, ein sannur fosturlandsvinur frá móðurlandinum – Jevgenij Viktorovitj Prigozjin – doyði orsaka av gerðum, framdar av svikarum móti Russlandi, ljóðaðu boðini frá Wagner-bólkinum í eini dagføring á samskiftistænastuni Telegram.
Síðst í juni stóð Wagner bólkurin fyri einum stuttum uppreistri móti russisku hernaðarleiðsluni. Tilburðurin endaði við, at avtala varð gjørd, sum m.a. hevði við sær, at Prigozjin skuldi flyta til Hvítarusslands.
Vanlukkuøkið verður kannað (Mynd: EPA)
BBC skrivar, at Wagner-ovastin átti privata flogfarið, sum datt niður. Tað datt niður nærhendis bygdina Kuzjenkino, sum liggur áleið miðskeiðis millum Moskva og Sankta Pætursborg.
Wagner-uppreisturin móti hernaðarleiðsluni í Russlandi hendi fyri júst tveimum mánaðum síðani, millum 23. og 24. juni. Wagner-hermenninir náddu fram til umleið 200 kilometrar frá russiska høvuðsstaðnum áðrenn tað eydnaðist at gera eina avtalu við hvítarussiska forsetan, Aleksandr Lukasjenko, sum fekk herin at støðga og venda við, skrivar Ritzau.
Wagner-herurin hjálpti Russlandi við í russisku innrásini av Ukraina í fjørvár, og var eisini við, tá Krim hálvoyggin varð hersett í 2014.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 24. august 2023
Tann fyrsta orbitala útskjótingin – altso ein rakett, sum verður send í ringrás um jørðina – verður fyrst í komandi ári
Rakettútskjótingarstøðin Saxa Vord Spaceport á Lamba Ness norðast í Hetlandi er nú við at taka skap.
Shetnews skrivar í dag, at arbeiðið gongur eftir ætlan, og at fyrstu royndirnar á støðini væntandi verða gjørdar seinast á árinum, meðan tann fyrsta orbitala útskjótingin – altso ein rakett, sum verður send í ringrás um jørðina – verður fyrst í komandi ári.
Tað er týska fyritøkan Rocket Factory Augsburg, RFA, sum hevur umbiðið at fás eina rakett senda út frá nýggju støðini á Unst, norðast í Hetlandi.
Ein talsmaður fyri rakettstøðina sigur við Shetnews, at Saxa Vord heldur fram við góða samstarvinum við myndugleikarnar, og roknar við at hava finggið endaliga loyvi frá bretsku flogferðslumyndugleikunum – Civil Aviation Authority – ein av fyrstu døgunum.
Danskur milliardingur eigur í
Ein av stóru partaeigarunum í Saxa Vord Spaceport er grunnurin, sum eitur Wild Ventures Limited. Hetta er eitt íløgufelag hjá danska milliardinginum Anders Holch Povlsen, sum eisini er stórjarðareigari í Skotlandi.
Vit hava fyrr skrivað um hendan ríkmannin, sum m.a. eigur stóru donsku klædnafyritøkuna Bestseller umframt fleiri aðrar fyritøkur, og sum er føddur í Føroyum, at hesin skal hava verið ein av teimum, sum var ímóti at byggja rakettútskjótingarstøð í Hetlandi.
Men felagið Wild Ventures Ltd. sigur við Shetnews í dag, at tey eru nøgd við gongdina við rakettútskjótingarstøðini og síggja fram til, at júst henda rakettútskjótingarstøðin kemur í gongd sum tann fyrsta verkætlanin í Bretlandi av sínum slag.
Treytað av at neyðugu loyvini koma upp á pláss, so er ætlanin at fyrstu útskjótingarnar skulu gerast seinni í ár, og sum sagt tann fyrsta sokalla orbitala útskjótingin verður fyrst í komandi ári, skrivar Shetnews.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 21. august 2023
Er fjórða tjóðin í heiminum, sum hevur sent rúmdarfar út á mánan - her eydnaðist at lenda á suðurpólinum, ið verður mett at vera ein stór avbjóðing. Men her eru best møguleikar at finna vatn
India skrivaði rúmdarsøgu í vikuni. Landið er tað fyrsta, sum hevur megnað at seta eitt rúmdarfar á suðurpól mánans.
Hetta hendi seks vikur eftir, at indarar sendi mánaferðina, kallað Chandrayaan-3, avstað, skrivar Danmarks Radio.
Tað er heilt serligt, at rúmdarfarið lendi á suðurpólinum.
- Suðurpólurin er serligur, tí hildið verður, at tað kann vera vatn – ísur – á pólinum. Tað er eitt rættiliga spennandi stað, tá tað snýr seg um at senda fólk harút. So á tann hátt hevur India megnað nakað stórt, við tað at tey eru tey fyrstu at lenda á suðurpólinum, sigur Cacilie Sand Nørholm við Danmarks Radio. Hon er stjørnualisfrøðingur á Planeteriinum í Keypmannahavn.
Hon metir, at mánin í framtíðini fer at verða millumstøð í sambandi við ferðir longur út á aðrar gongustjørnur.
- Eitt av málunum er at byggja eina rúmdarstøð á mánanum, sum skal vera lopfjøl víðari til mars. Um vatn kann fáast á mánanum, so kunnu rúmdarfararnir yvirliva haruppi. Tað er nevniliga ógvuliga kostnaðarmikið og trupult at fáa nóg mikið av vatni við heimanífrá, greiðir hon víðari frá.
Hetta er aðru ferð, at indarar royna at lenda á mánanum. Í 2019 royndi landið eisini, men tað eydnaðist ikki at lenda á suðurpólinum. Í staðin datt farið niður á mánanum. Men hesaferð gekk alt eftir ætlan.
Chandrayaan-3 hevði eitt lendingarfar við sær við navninum Vikram, og tað er hetta farið, sum seinnapartin mikudagin setti seg á mánan. Væleydnaða ferðin merkir, at India er fjórða landið í heiminum, sum hevur megnað at lenda á mánanum. Hini londini eru Sovjetsamveldið, Kina og USA.
Tað verður hildið at vera sera trupult at lenda á suðurpólinum, tí nógvir og stórir goskoppar eru har á leiðini.
Rúmdarrakettin Chandrayaan-3 varð send avstað 14. juli (Mynd: EPA)
Indiski forsætisráðharrin, Narendra Modi, var errin, tá hann frætti tíðindini. Hann var staddur í Suðurafrika í sambandi við toppfundin í BRIC-samgonguni.
- Henda gleðisdag vil eg fegin venda mær til øll heimsins fólk. Væleydnaða mánaferðin hjá India er ikki einans okkara ferð. Hon er ætlað allari mannaættini, segði Narendra Modi, sambært Ritzau.
Endamálið við at lenda á suðurpólinum er vatnið í økinum. Er nóg mikið av tí, fær tað stóra ávirkan á framtíðar rúmdarferðir.
Indiska ferðin hevur kostað góðar 500 milliónir krónur.
Russland hevur eisini gjørt royndir at lenda á suðurpólinum. Men rakettútskjótingin síðsta vikuskiftið, kallað Luna-25, miseydnaðin, og rakettin datt niður.
Komandi ár hava bæði USA og Kina ætlanir um eisini at royna at seta rúmdarfar á suðurpólinum á mánanum.
(Mynd: EPA)
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 23. august 2023
Patrick Da Silva legði KÍ á odda við frálíkum máli, men útiliðið javnaði til eftir sín nærum einasta gjøgnumspælda málmøguleika. Heldur torført útgangsstøði hjá KÍ eftir annars góða dystin á Tórsvølli
Tað var eitt heldur óvæntað tamt Sheriff Tiraspol, sum KÍ stríddist ímóti hóskvøldið. Heimaliðið stríddist tó væl, hevði gott tamarhald á og eisini flestu møguleikarnar í fyrra hálvleiki.
Tíðliga í 2. hálvleiki brast fyri nev. Luc Kassi legði væl innfyri úr høgru, og vongbakkurin Patrick Da Silva rann perfekt og møtti bóltinum við høvdinum. 1-0 og annað málið hjá nummar tvey hjá KÍ - bakkurin skoraði eisini á Tórsvølli í evropeiskum dysti í fjør.
Patrick Da Silva setti høvdið á og kundi fegnast um flotta málið...
Eisini saman við liðfeløgunum...(Myndir: Bjarni Enghamar)
Fjøldin kókaði, og KÍ var framhaldandi vælskipað. Man herjaði eisini á, og eftir frálíkt álop og flott innlegg frá Odmari Færø stútaði Jákup Biskopstø Andreasen á mál. Málverjin vísti tó góð refleksir, og jústaði bóltin uppum.
Jákup Biskopstø Andreasen - beint eftir at málverjin hevur syrgt fyri, at KÍ-liðformaðurin ikki hevur skorað flott mál til 2-0 (Mynd: BjarnaMyndir/Bjarni Enghamar)
Ístaðin fyri 2-0 gjørdist tað 1-1. Í 73. minutti spældi útiliðið, ið hevði fingið meira brodd, skjótt bóltin millum KÍ-keturnar. Vegard Forren fekk ikki heilt fylgt góða bandaspælinum, og Tiraspol var eirindaleyst.
KÍ-avrikið var gott, men útgantsstøði er helst betri hjá Sheriff undan dystinum í Moldova (Transnistria) Liðið hjá Magna Hoseth hevur tó tvær ferðir avgjørt tað eftir javnleik í Føroyum í fyrra dystinum
UEFA Europa League Play-off, fyrri dysturin
Hósdagin 24. august
KÍ - Sheriff Tiraspol 1-1 (0-0)
53' Patrick Da Silva (Luc Kassi) 1-0
73' Jerome Ngom Mbekeli 1-1
KÍ (3-4-3/5-4-1): Nils Jonathan Johansson - Odmar Færø, Heini Vatnsdal, Vegard Forren - Jóannes Kalsø Danielsen, Deni Pavlovic (81': Latif Ahmed), Jákup Biskopstø Andreasen, Patrick Da Silva - Árni Frederiksberg, Luc Kassi (77': Mads Boe Mikkelsen), Sivert Gussiås (67': Hallur Hansson).
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 24. august 2023
Enn ein neisti birtist í oddastríðnum, tá KÍ fyri fyrstu ferð í ár ikki fekk fult á heimavølli - nú eru fimm stig niður til HB. Eitt brotsspark í 80. minutti bjargaði Víkingi móti TB
FM-stríð. Tað er nakað, sum ikki heilt hevur verið langt út á kappingarárið seinastu árini, og sum tyktiskt deytt undan summarsteðginum. KÍ hevur verið á trónuni og hevði fult stigatal og tíggju stig niður til nummar tvey, áðrenn føroyameistararnir fóru í gongd aftur eftir summarsteðgin.
Evropeiska luttøkan órógvar eyðsæð nakað hjá KÍ, men 07 Vestur leggur líka í Champions League og annað. Liðið hjá Lars Arna Nilsen vísti góðan stríðsvilja og nógv disiplin í Klaksvík sunnudagin. Vágamenn løgdu ógvuliga væl fyri, og longu eftir seks minuttir smekkaði Janus Svabo Samuelsen bóltin í KÍ-málið eftir gott gjøgnumbrot frá Mathiasi Voss í høgru.
1-0 og KÍ skuldi líka koma yvir skelkin. Fimm broytingar vóru gjørdar í mun til manning í Molde, men ein ið gekk aftur javnaði eftir hálvan tíma. Tað var René Shaki Joensen, sum skoraði trygt, eftir at Sivert Gussiås legði til brots, driblaði væl og legði væl útfrá úr høgru.
Shaki noyddist løtu seinni út við skaða, og heimaliðið fekk ikki nakað mál afturat hóast stóra leikliga yvirvág.
René Shaki Joensen skoraði til 1-1 men fór út løtu seinni. Árni Frederiksberg kom inn eftir steðgin, men liðini fingu eitt stig hvør (Savnsmynd: Sverri Egholm)
07 vardi langt afturi og hótti nakrar ferðir uppá kontra seint í dystinum. Annars stóð verjan sum heild heilt væl. Ari Petersen var stinnur í málinum, tá hann skuldi, og hóast KÍ veruliga royndi, so manglaði tað síðsta ímóti vágamonnum, sum ikki hava tapt eftir summarsteðgin.
07 Vestur hevur nú seks stig upp til 4. plássið.
Víkingur lá annars til bert at fáa eitt stig á heimvølli móti hartarbeiðandi TB í 78 minuttir. Tað var málleyst so leingi, hóast fleiri stórar møguleikar í Sarpugerði - serliga til heimaliðið men útiliðið spældi sanniliga eisini við.
Tað var í samband við hornaspark, at Rúni Gaardbo metti, at Nikolai Johannesen trýsti Finn Justinussen niður tætt undir málinum. Hetta var ilt at fáa eyga á, útfrá upptøkunum, og teir í TB-leguni vóru ónøgdir. Sølvi Vatnhamar var ísakaldur úr ellivu metrum, og hetta gjørdist avgerandi, hóast TB - við tíggju monnum tá - var ógvuliga nær við í yvirtíðini. Bárður á Reynatrøð bjargaði, og harvið vann Víkingur ógvuliga týdningarmiklan sigur.
Á Eiði tók EB/Streymur móti AB, og anna vikuskiftið á rað, vann EB/Streymur týdningarmiklan sigur, ið fekk liðið nakað longur burtur frá liðurflytingarstrikuni.
Úrslitið gjørdist 4-1 eftir 4-0 í hálvleikinum.
B36 og B68 spældu seinasta dystin í umfarinum mánakvøldið í Gundadali. Úrslitið gjørdist 2-0 til heimaliðið.
Taufee Skandari legði B36 á odda beint fyri hálvleik. Lettiski áleyparin skoraði snilt við at koyra bóltin aftur um seg sjálvan við aftara beininum. B36 staðfesti sigurin, tá Jann Benjaminsen legði eitt gott frísparksinnlegg í pannuna á innskifta Sonna Ragnar Nattestad.
19. umfar í Betrideildini hjá monnum
Leygardagin 19. august
HB - ÍF 3-1 (1-0)
33' Áki Samuelsen (Hanus Sørensen) 1-0
77' Elvio Glemini 1-1
84' Adrian Justinussen 2-1
90' Adrian Justinussen 3-1
Sunnudagin 20. august
KÍ - 07 Vestur 1-1 (1-1)
7' Janus Svabo Samuelsen (Mathias Voss) 0-1
30' René Shaki Joensen (Sivert Gussiås) 1-1
Víkingur - TB 1-0
80' Sølvi Vatnhamar, br 1-0
Reytt kort: Samudeen Musah (84')
EB/Streymur - AB 4-1 (4-0)
08' Filip Djordjevic 1-0
14' Bogi Reinert-Petersen (Gutti Dahl-Olsen) 2-0
34' Bogi Reinert-Petersen (Filip Djordjevic) 3-0
43' Dánjal Godtfred (Filip Djordjevic) 4-0
64' Bartal Skaalum Petersen (Sam Pollard) 4-1
Mánadagin 21. august
B36 - B68 2-0 (1-0)
43' Valerijs Sabala (Taufee Skandari) 1-0
78' Sonni Ragnar Nattestad (Jann Benjaminsen) 2-0
1. KÍ 49 stig
2. HB 44 stig
3. B36 43 stig
4. Víkingur 36 stig
5. 07 Vestur 30 stig
6. EB/Streymur 19 stig
7. TB 15 stig
8. B68 14 stig
9. ÍF 12 stig
10. AB 10 stig
KÍ og EB/Streymur hava spælt ein dyst færri enn hini liðini
20 umfar í Betrideildini er á skránni sunnudagin: Allir dystirnir byrja klokkan 15:
KÍ - EB/Streymur
07 Vestur - B68
AB - HB
ÍF - Víkingur
TB- B36
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 20. august 2023
Bæði liðini hava spælt tríggjar dystir og m.a vunnið tveir hvør á uppflytarum. 07 Vestur er ósigrað í sínum fýra dystum eftir steðgin
Seinasti triðingur í Betrideildini er farin í gongd, og tað er í øllum førum ein ávísur spenningur allastaðni á stigatalvuni - serliga í botnstríðnum.
Topp-fýra liðini eiga at hava spælt tríggjar dystir eftir summarsteðgin, meðan hini seks liðini hava havt fýra dystir á skránni. Hetta er orsakað av evropeisku luttøkuni hjá KÍ, HB, B36 og Víkingi, sum spældu sínar dystir í 16. umfari mitt í viku í mai.
Einasta undantakið eru KÍ og EB/Streymur. Teirra dystur fyrst í august varð útsettur til 27. september vegna Champions League-luttøku hjá KÍ. Harvið hevur oddaliðið spælt tveir Betrideildar-dystir eftir summarsteðgin, meðan EB/Streymur hevur spælt tríggjar. Fyriuttan TB, ið einki stig hevur fingið seinastu fýra umførini, hevur KÍ ringastu úrttøkuna eftir stegðin. Liðið hjá Magna Hoseth hevur tó sum nevnt spælt 1-2 færri dystir.
Tað eru tvey lið, sum hava fingið fulla úrttøku eftir summarsteðgin. Bæði vórðu sligin út úr Conference League 20. juni, og hava síðani spælt tríggjar Betrideildar
HB hevur gjørt sína uppgávu móti botnliðum: Bast ÍF tvær ferðir - eina ferð stórt og eina ferð meira teputrt - og vunnið 5-0 á AB. Víkingur hevur "greitt sína skyldu" móti TB tvær ferðir og gjørdist 11. august fyrsta liðið, sum vann/fekk stig frá KÍ.
HB er nú nærri KÍ, og Víkingur roynir eisini at nærkast topp-trý. 07 Vestur jagstrar Víking og 4. plássið og hevur staðið seg væl, í mun til tað, eftir steðgin. 07 Vestur hevur vunnið á bæði EB/Streymi og B68 - við málum seint í dystinum. Liðið hjá Lars Arna Nilsen var aftanfyri við tveimum málum móti B36, tá fáir minuttir vóru eftir, men fekk javnleik. Sunnudagin gjørdist 07 Vestur so fyrsta liðið, sum fekk stig í Klaksvík.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 23. august 2023
Tær verða ikki tiknar aftur, og hava longu tryggjað sær FM-heitið hóast fleiri umfør eru eftir at spæla
Eingin tekur KÍ-kvinnurnar. Í øllum førum ikki í ár, tí við 5-0 sigri á EBS/Skála í Klaksvík leygardagin tryggjaðu tær bláu sær Føroyameistaraheitið.
Hetta er fimta árið á rað, og 22. ferð í hesari øldini at KÍ-kvinnur vinna gullið.
Myndir: Sverri Egholm
Úrslitini farna vikuskifti í Betrideildini fyri kvinnur:
TB/FCS/Royn - Víkingur 3-3 (1-1)
KÍ - EBS/Skála 5-0 (3-0)
HB - 07 Vestur 3-0 (1-0)
NSÍ - B36 3-1 (0-1)
Støðan:
KÍ 51 stig
NSÍ 35 stig
HB 34 stig
B36 30 stig
Víkingur 18
07 Vestur 12
EBS/Skála 4
TB/FCS/Royn 3
Hetta vikuskiftið eru steypadystir á skránni hjá kvinnunum. Talan er um aðru hálvfinalurnar.
Leygardagin kl. 13 spæla Víkingur og NSÍ í Gøtu/Leirvík. NSÍ vann fyrru hálvfinaluna 4-1.
Sunnudagin kl. 19 spæla B36 og KÍ í Gundadali. KÍ vann fyrru hálvfinaluna 5-0.
Finalan verður 7. oktober.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 19. august 2023
Hesum boðar AaB, ið er flutt upp í bestu donsku deildina, frá. Julia Naomi er undir lesnaði í Aalborg, og 22-ára gamla tvørakvinnan hevur royndir á hesum støðinum
Julia Naomi Mortensen hevur valt at leingja sáttmálan við AaB, so hann er galdandi fyri komandi kappingarár. Julia Naomi, ið hevur verið eyðsýnd í føroyskum fótbólti seinastu árini, valdi í september í fjør at skifta til danska fótbóltsfelagið AaB. Nú er greitt, at partarnir hava longt samstarvið.
Hetta skrivar heimasíðan hjá AaB kvinnufótbólti.
22-ára gamla tvørakvinnan ynskir at leingja sáttmálan, grundað á góðu úrslitini í fjør tá tær vunnu seg upp í bestu donsku deildina. Afturat hesum gongur Julia Naomi í skúla í Aalborg, og tískil fellir tað henni natúrliga at spæla við einum felagi í Aalborg.
Julia Naomi Mortensen sigur við aabkvindefodbold.dk, at hon sær fram til kappingarbyrjan sunnudagin, tá ið tær møta Brøndby IF á útivølli. Vónirnar fyri komandi kappingarár eru góðar, og sum lið stremba tær eftir at liggja í topp seks.
Julia Naomi er millum annað eyðkend fyri sínar góðu teknisku førleikar og spælskili. Hon hevur spælt 22 A-landsdystir fyri Føroyar og skotið tvey mál. Í 2021/2022 spældi hon eisini í bestu donsku deildini. Tá var tað fyri AGF. Í Føroyum hevur hon bert umboðað HB í vaksnamannafótbólti.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 24. august 2023
Talan er um ein søguligan sigur hjá Spania, sum ongantíð áður hevur vunnið HM í fótbólti hjá kvinnum – spanska Olga Carmona Garcia skoraði einasta málið í finaludystinum
Sunnudagin gjørdist spanska fótbóltslandsliðið hjá kvinnum heimsmeistari, tá kvinnurnar vunnu 1-0 á Onglandi frammanfyri 75.000 áskoðarum í avstralska býnum Sydney.
Tað var Olga Carmona Garcia, sum skoraði einsamalla málið í dystinum í 29. minutti, og megnaði Ongland ongantíð veruliga at leggja trýst á Spania, sum tó var nær við at økja um leiðsluna, tá Jennifer Hermoso brendi eitt brotsspark í 66. minutti.
Talan er um ein søguligan sigur, tí hetta er fyrstu ferð, at Spania vinnur HM í fótbólti hjá kvinnum. USA hevur vunnið seinastu tvær HM-kappingarnar, og hvørki sponsku ella ensku kvinnurnar høvdu nakrantíð verið í einari HM-fótbóltsfinalu. Bæði londini hava tó vunnið HM í mansfótbólti.
Spania er nú eitt av tveimum londum, sum hevur vunnið HM í fótbólti bæði hjá kvinnum og monnum. Higartil hevur Týskland verið einasta landið, ið hevur megnað hetta.
HM-finala
Sydney, 20. august
Spania - Ongland 1-0 (1-0)
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 20. august 2023
Hetta er sambært EHF, sum í vikuni kunngjørdi styrkismetingina av ungdómslandsliðunum eftir kappingarnar í summar. Føroysku avrikini vekja ans
Í summar hevur nógv hondbóltsvirksemið verið í gongd, har fleiri av føroysku ungdómslandsliðunum av álvara hava gjørt vart við seg í stóru altjóða hondbóltskappingunum.
Tað eru serliga HM- fjórðingsfinaluplássini hjá U21- og U19 monnum, ið hava vakt ans runt í heiminum. Hetta hevur nú ført við sær, at Føroyar eru mettar at vera millum tíggju tey sterkastu londini í ungdómshondbólti beint nú og í topp fimm á manssíðuni.
Føroyska U21-landsliðið eftir sigurin á Kroatia í síðsta dystinum. Hann tryggjaði Føroyum eitt søguliga høgt sjeynda pláss (Mynd: Sverri Egholm)
Føroysku U19-menninir eftir flitta sigurin á Týsklandi, ið var ein grundarsteinur undir flotta HM-endaspælinum. Liðið endaði á 8. plássi (Mynd: Egin Tollaksson Kass)
Hetta kunngjørdi evropeiska hondbóltssamgongan, EHF, í vikuni, eftir at styrkismetingarnar fyri kappingarnar í summar blivu dagførdar. Í slíkari meting verður hædd tikið fyri, hvussu væl hvørt lið hevur avrikað í ymsu kappingunum. Liðini fáa stig, alt eftir hvat nummar tey endaðu.
Samlað fyri kvinnur og menn savnaðu Føroyar 212 stig saman, sum var nóg mikið til eitt tígginda pláss í listanum við stóru hondbóltstjóðunum. Danmark er ovast á listanum.
Ein meting bleiv eisini gjørd av kvinnum og monnum hvør sær, har Føroyar samlaðu fingu heili 152 stig á mans-síðini, sum rakk til eitt fimta pláss. Hetta er samanlagt ógvuliga flott av føroyskum hondbólti.
Seinni í ár skulu U19-kvinnurnar stríðast um pláss í HM-endaspælinum, sum verður í næsta ár. Afturat hesum skulu bæði U18 og U20 menn spæla EM-endaspæl, sum verður leikt komandi summar. U17-dreingirnir endaðu í topp-tíggju í European Open fyrr í summar, og hjá U17-kvinnum rakk tað júst ikki til pláss í endaspæli, hóast fleiri góð úrslit í European Championship í Aserbadjan.
U19-kvinnurnar komu í finaluna í EHF Championship. Tað endaði við silvuri - eitt HM-pláss næsta ár er framvegis ein møguleiki. U17-genturnar og dreingirnir áttu eiisni fleiri sigrar í summar
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 24. august 2023
Føroyingurin skoraði tvey mál og legði upp til tvey mál, teir smáu tjúgu minuttirnar hann var á vøllinum. Hann skoraði eisini brotskast, tá tá skuldi avgerast
Startskotið til týska kappingarárið var spennandi, og talan gjørdist eisini um ein so tættan dyst sum gjørligt í Düsseldorf. Tað stóð á jøvnum í steðginum, meistaraliðið TWH Kiel hevði leiðsluna í løtum í báðum hálvleikunum, men steypavinnararnir hingu allatíðina í, og Rhein-Neckar Löwen kundi tryggjað sær sigurin í seinasta minutti.
Fyrst bjargaði eykamálverjin hjá "leyvunum" brotsskasti frá Niklasi Ekberg, síðani fekk liðið brotsskast og kundi skora til +2. Thomás Mrkva bjargaði tó royndini frá týsku stjørnuni Juri Knorr, Kiel fór í álop og Ekberg javnaði til 33-33 í síðsta sekundi.
Mrvka hevði fleiri stórbjargingar gjøgnum dystin, og kekkiski málverjin bjargaði eisini tveimum brotskøstum í brotskastskappingini. Farið var til hesa eftir 60 minuttir - eingin longd leiktíð. Nikla Bilyk rakti yvirleggjaran, men Elias Ellefsen á Skipagøtu, Ekberg og tveir aðrir vóru tryggir, og síðani kundu Filip Jicja og hansara menn fegnast.
Hetta var 13. ferð, at THW Kiel vann týska stórsteypið. Í dag snýr tað seg um at royna at fáa fyrstu stigini í Bundesliguni 2023/2024.
Talan var fyrsta almenna dystin hjá Eliasi Ellefsen á Skipagøtu í eyðkenda hvíta búnanum. 21-ára gamli hoyvíkingurin varð skýrdur "stórkeypið hjá Kiel" av viðmerkjara, og hann spældi eisini væl teir smáu tjúgu minuttirnar, ið spælskiparin fekk seg royndan. Nummar 71 fekk í høvuðsheitinum spælið at flóta væl
Hann byrjaði ikkii inni, men síðani skoraði føroyingurin tvey mál og legði upp til tvey mál. Umframt hetta hevði Elias tvær heilt góðar fríspælingar, ið ikki góvu mál. Talan var tvey góð standskot, har hoyvíkingurin snýtti annars stinna David Späth í málinum.Týski U21 HM-gullvinnaranum, ið varð kosin besti málverji í tí kappingini fyrr í summar, bjargaði tó eisini eina ferð frá Eliasi.
Elias Ellefsen á Skipagøtu byrjaði ikki á vøllinum, spældi síðani frá 12. minutti og til hálvleiks, og kom innaftur at skjóta brotskast.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 23. august 2023
- Eg eri vælnøgd, og tað er deiligt at koma í gongd. Føroyski landsliðsleikarin, Jana Mittún, hevur nú spælt sín fyrsta almenna kappingardyst í Danmark, har stigið er væl hægri
Mikukvøldið settu donsku kvinnurnar hol á steypakappingina. Jana Mittún og Viborg spældu ímóti EB Aalborg úr næstbestu donsku deildini, og vunnu áttandapartsfinaluna sannførandi 33-22. Tískil vann Viborg seg víðari til fjórðingsfinalurnar.
19 ára gamla hoyvíkskvinnan skoraði síni fyrstu tvey mál fyri Viborg, umframt at hon legði upp til tvey onnur.
- Eg eri vælnøgd við mín fyrsta dyst fyri Viborg, og haldi tað er deiligt at endiliga vera komin í gongd. Vit hava havt ein góðan uppstart, har vit serliga hava havt fokus á sjálvt hondbóltsspælið, grundað á at vit eru so nógvir nýggir leikarar.
Soleiðis sigur Jana Mittún við Portalin úr Viborg. Men hvussu er tað so at spæla á hægri stigi, og hvat er málið hjá liðnum?
- Tað er bæði spennandi og avbjóðandi, at nú skula spæla í donsku deildini, tí støðið er væl hægri her, enn í føroysku deildini. Tó er hetta ein avbjóðing, sum eg eri spent uppá, og eg gleði meg at spæla enn fleiri dystir fyri Viborg. Málið hjá okkum fyri komandi kappingarár, er at liggja í top 8, soleiðis at vit sleppa at spæla við í endaspælinum, sigur Jana.
Fríggjakvøldið 1. september skal Viborg aftur í eldin, tá ið tær møta Horsens á heimavølli. Hetta er fyrsti dystur hjá liðnum í bestu donsku deildini hetta kappingarárið.
Jana Mittún gjørdist ársins spælari í føroyskum kvinnuhondbólti og greipuvinnari við barndómsfelagnum H71 síðsta kappingarár.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 24. august 2023
Mánadagin rundaði Óli Jacobsen - Óli í Fiskimannafelaganum - tey 80 árini
Mánadagin 21. august rundaði Óli Jacobsen - Óli í Fiskimannafelaganum - tey 80 árini. Óli varð føddur í Danmark í 1943, meðan 2. heimsbardagi leikaði í av tí harðasta. Hann var 7 ára gamal, tá foreldrini Lisa og Vilhelm við familju fluttu heim aftur til Føroyar at búgva. Tey búsettust í Norðragøtu, tí Vilhelm skuldi yvirtaka festið, sum var í familjuni, og sum lá í Gøtulíð.
Óli vaks tí upp í Norðragøtu og var bert 14 ára gamal, tá hann fór til skips, og baldist hann á sjónum tá í nøkur ár.
Longu sum ungur byrjaði hann at gera vart við seg í fakfelags-høpi, og seinni bleiv hann ímyndin av Føroya Fiskimannafelag og felags formaður í mong ár.
Óli hevur altíð verið heilur í tí, sum hann hevur tykist við, og tað eyðmerkti hann sum felagsformann. Har hingu eingir lepar við, altíð til reiðar at verja áhugamálini hjá fiskimanninum her heima á landi, ja, ein sannur talsmaður, og ótroyttiligur at forsvara teirra rættindi. Og ikki minni uttanlands, tá neyðugt varð at verja okkara fiskirættindi, og at fáa kvotur.
Fáur fakfelagsmaður í landi okkara man hava nýtt so nógva orku og tíð til at virka fyri sítt felag sum Óli.
Hansara vitan og gløggskygni var væl kent og virt í okkara grannalondum og tikið í størsta álvara.
Óli var saman við øðrum við til at geva Fiskimannablaðið út í mong ár, og var tað eitt rættiligt íkast til tíðindaumhvørvið við sínum serstøku tíðindum við heima- og uttanlandstíðindum. Ein stórur saknur tá blaðið helt uppat.
Tað er ikki høvi her at nevna allar tær nevndir, sum hann var í her heima og eisini uttanlands, har hann altíð vardi áhugamálini hjá fiskimanninum.
Eg kom í mong ár í 1980 og 90unum sum formaður í Føroya reiðarafelag at vera mótpartur hjá Óla, tá samráðingar vóru. Hann hevði eini heilt serlig evni altíð at fáa klípt nakað av frá reiðarunum, so ella so - fór ongantíð tómhentur frá borðinum.
Óli var ikki bardagamaður, hann hevði skilt munin á at verða stríðsmaður, sum bygdi upp, ístaðin fyri bardagamannin, sum breyt niður. Hann hevði uttan iva lært orðini hjá Salomom kongi: Byrja ongantíð stríð, tí tú veitst ikki, hvar tú endar. Hann var ein av teimum, sum dugdi at síggja endan uttan at bróta niður
Tað gav at bíta í fyrru helvt av 90’unum, tá hann við sínum gløggskygdi - tó ikki uttan ábreiðslur - var við til at lækka hýruprosentið hjá manningunum á nótarbátum, sum tá lógu í andaleypi, næstan niður á minimum mark, fyri at bjarga nótaflotanum, sum tá var við at gleppa føroyingum av hondum.
Í dag síggjast úrslitini í samfelagnum, av hesum, hansara djarva leiki.
Óli, hendan tíðin er nú aftan bak, og tað er óendaligt, sum kundi verið skrivað um teg.
Stríðsárini hjá tær eru farin í gloymskunnar hav hjá mongum, men onkur minnist!
Nú seinastu árini hevur tú ríkað okkara tjóð við sigsøguligum tilfari, og hetta er ikki smávegis, tú hevur lagt eftir teg!
Óli, eg vænti, at tú kennir hendan setningin úr Hásonginum “Hvør er hon sum kemur higar úr oyðimørkini styðjandi seg at vini sínum” – eg broyti tað til hann. Tú gekk runt sum ein gamal drongur eina oyðimarkargongd, til tú fann Kirstin í fiskivinnu umhvørvinum úti í Tinganesi. Hon bleiv tín kona og hollur stuðul, og væl hevur hildnast, og góður stuðul hevur hon verið.
So góðu tit Óli og Kirstin, tit sum bæði hava føðingardag í dag, og Óli nú rundar kempu ár. Vit vilja við hesum reglum ynskja tykkum tillukku og blíðan byrð víðari yvir lívshavið.
Jórun og Osmund
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 21. august 2023
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald