Leygardagur 02. september 2023 | Nr. 35 | Árgangur 4 | Kr. 0,00
SíÐa 11
SíÐa 6
SíÐa 4
SíÐa 45
SíÐa 46
SíÐa 40
Nýggj útgáva hvønn leygarmorgun kl. 7
Eitt føroyskt fótbóltslið er komin í bólkaspæl í evropeiskari kapping.
Gamaní kiksaði tað bæði at koma í Champions League og Europa League hjá føroysmeistarunum KÍ, men tað er eitt satt bragd, at KÍ nú skal spæla bólkaspæl í triðstørstu kappingini undir evropeisku fótbóltssamgonguni Uefa.
Hetta er eisini fyrsta árið, at íslendskt lið er við í slíkum bólkaspæli. Jú sanniliga er tað eitt satt bragd, sum KÍ hevur framt og allar Fótbóltsføroyar eiga at samfegnast við klaksvíkingum um hetta stak góða úrslitið.
Men at koma í evropeiskt bólkaspæl er ikki eitt úrslit í sjálvum sær. Gamaní kann staðfestast nú, at nakrar ella nógvar kærkomnar milliónir Uefa-krónur nú kunnu inntøkuførast, men fótbóltsspælararnir í Klaksvík hava eitt umfatandi og enn størri arbeiði eftir at útinna.
Nú fáa teir seks dystir afturat, harav tríggjar á útivølli í Fraklandi, Slovakia og Slovenia. Harafturat eru fimm landsliðsdystir hjá fleiri av KÍ leikarunum, harav tríggir uttanlands – tann fyrsti longu í komandi viku.
Og so eru átta dystir eftir at spæla í heimligu kappingini.
Hetta er í veruleikanum ikki treytir ein kann seta amatørleikarum.
Tí bólkakappingarnar hjá Uefa eru ikki ætlaðar áhugafótbóltsspælarum. Til tess at kunna krevja av spælarum, at teir skulu vera til reiðar at spæla tveir dystir um vikuna hetta til desember er bert eitt krav tú kanst seta spælarum, sum ikki gera annað, enn at spæla, venja og hugsavna seg um fótbólt.
Vit ivast ikki í at KÍ-hópurin og venjaratoymið í Klaksvík fara undir komandi uppgávurnar í størsta álvara og teirri professionalismu, ið kann fáast burtur teimum umstøðunum, tey hava til taks. Men í mun til mótstøðuliðini er føroyski hópurin helst smalur – KÍ hevur ikki møguleika um at økja um hann – og tí kann tað væl henda, ekkamøði rakar hópin, so at tað gongur út yvir avrikið hjá liðnum hesar komandi strævnu mánaðirnar.
Tað eiga føroysku fjepparnir av vera fyrireikaðir uppá, uttan at tað gongur yvir stuðulin, sum liðið hevur uppiborið í komandi evropeiskum heimadystum. Einaferð tóku vit eisini føroyameistaraheitið fyri givið í ár, men úrslitini hesar seinastu vikurnar fortelja okkum, at heldur ikki hetta er nøkur sjálvfylgja.
KÍ eigur eisini at fáa rós frá teimum, sum selja Føroyar og góðar føroyskar søgur uttan fyri landoddarnar. Tað eru ótrúliga nógv, gott og spennandi komið í útlendskar miðlar sum úrslit av avrikunum hjá KÍ á leikvøllunum.
Higartil hava teir víst síni kynstur fyri ungarum, svium, norðmonnum og moldovumk/transnistrum. Í komandi tíðum verða tað fraklendingar, slovakar og slovenar, sum fara at fortelja søgurnar um dugnaligu amatørarnir hjá KÍ, sum tóku fótbóltsevropa á bóli.
Nú hevur felagið eisini givið sítt dyggiliga íkast til ferðafólkavinnuna, nú evropeiska fótbóltssesongin hjá føroysku hotellunum og matstovunum er longd fram til desember – í fyrstu atløgu.
Vónandi gongst teimum væl.
Við atliti til komandi ættarliðini eigur politiska skipanin ikki at samtykkja uppskot, sum økja framtíðar útreiðslurnar. Harafturat eigur landið at avtaka serskipanir, sum minka um arbeiðsútboðið í Føroyum, sigur Búskaparráðið m.a. í heystfrágreiðingini
Vøksturin í BTÚ í leypandi prísum er mettur til 8,1 prosent í 2022, 5,9 prosent í 2023 og 1,4 prosent í 2024. Í 2023 og 2024 eru prísirnir ikki mettir at veksa eins nógv, sum í 2022, og vøksturin í BTÚ í leypandi prísum hesi bæði árini verður tí lægri enn í 2022. Tørvur er á einum fíggjarpolitiskum regluverki, so tamarhald fæst á almenna útreiðsluvøkstrinum.
Um fá ár verða tað lutfalsliga fáir skattgjaldarar, sum skulu tryggja vælferðarsamfelagið, sum vit hava í dag. Við atliti til komandi ættarliðini eigur politiska skipanin tí ikki at samtykkja uppskot, sum økja framtíðar útreiðslurnar. Harafturat eigur landið at avtaka serskipanir, sum minka um arbeiðsútboðið í Føroyum.
Fróði Magnussen, formaður í Búskaparráðnum (Mynd: Jens Kr. Vang)
Búskapurin framvegis í framgongd
Lyklatølini vísa framvegis, at føroyski búskapurin er í framgongd. Framleiðslan (BTÚ í leypandi prísum) er mett at veksa 5,9% í 2023, arbeiðsloysið er søguliga lágt, samlaðu lønarútgjaldingarnar eru veksandi, tal av fólki í starvi setur met, og handilsjavnin hevur framhaldandi stórt yvirskot. Seinasta árið hevur inflasjónin verið høg, men prísirnir veksa ikki eins skjótt í 2023 sum í 2022. Harafturat er rentan hækkað. Livikostnaðurin hjá húsarhaldunum er tí øktur, ið millum annað sæst aftur í, at eftirspurningurin eftir eitt nú klæðum og dýrum innbúgvi er minkaður, meðan matvørurnar fylla meira í samlaðu nýtsluni. Hinvegin sæst á kortnýtsluni, at nýtslan uttanlands hevur verið eins stór á sumri 2023, sum í fjør.
Sambært konjunkturbarometrinum hjá Hagstovuni, eru húsarhaldini við gott mót, og kann tað møguliga skyldast, at tey ikki eru stúrin fyri at missa arbeiðið, nú arbeiðsloysið er so mikið lágt, og vit hava starvsfólkatrot.
Vinnan, serliga tilfeingisvinnan, er hinvegin meira stúrin. Tað kemur millum annað av, at tað higartil í 2023 hevur verður trupult at selja makrelin til matna, at goymslurnar eru øktar, og at vinnan væntar lægri prísir á ymsum fiskasløgum samanborið við høgu prísirnar í 2022. Harafturat kunnu politisku útmeldingarnar um broytingar í fiskivinnusamstarvinum við Russland og óvissurnar um útflutningin til Russlands hava havt sína ávirkan, tá ið kanningin varð gjørd í juni 2023. Byggivinnan hevur hinvegin tryggjað arbeiði í minsta lagið 1,5 ár fram, men mangul á skikkaða arbeiðsmegi er framvegis ein stór avbjóðing.
Úrslitini ov vánalig
Úrslitið á fíggjarlógini metir Búskaparráðið verður -30 milliónir krónur í 2023 og -202 milliónir krónur í 2024. Tað er lítil ivi í, at hall á fíggjarlógini í 2023 og 2024 ikki er nóg væl frágingið, tá ið føroyski búskapurin framvegis er í vøkstri við metlágum arbeiðsloysi og inntøkuvøkstri í landskassanum. Hetta bæði sæð í mun til konjunkturstøðuna í løtuni og í mun til veksandi avbjóðingina við haldførinum, tá vit fara at gerast munandi fleiri eldri fólk í mun til tey í arbeiðsførum aldri – í so máta átti tað verið stór avlop í 2023 og 2024.
Ruth Vang, landsstýriskvinna við fíggjarmálum, og Aksel V. Johannesen, løgmaður (Mynd: Jens Kr. Vang)
Haldførisavbjóðingin má handfarast
Neyðugt er at fremja nýskipanir, sum betra um haldførið hjá landskassanum – longri vit bíða, størri verður rokningin, sum vit lata yngru ættarliðunum. Dømi um eina nýskipan, sum er neyðug fyri at betra um haldførið, er at hækka pensjónsaldurin meira enn tað, sum longu er samtykt. Tað ávirkar bæði inntøku- og útreiðslusíðu landskassans.
Trot á arbeiðsmegi
Arbeiðsloysið er søguliga lágt; eitt nú fáa foreldur ikki ansað sínum børnum fulla tíð og ellisheim mugu steingja stovur, tí teimum vanta starvsfólk. At stytta arbeiðsvikuna minkar um útboðið av arbeiðsmegi. Um landsstýrið heldur fast við ætlanina at stytta arbeiðsvikuna, verður neyðugt at økja arbeiðsútboðið á annan hátt, umframt at fíggja átakið, so tað ikki ger fíggjarpolitiska haldførið verri.
Veksandi talið av eldri fólki fer harumframt at krevja ein enn størri starvsfólkahóp í framtíðini. Avleiðingin av vantandi arbeiðsmegi er, at framleiðslan í landinum, og harvið vælferðin, verður minni, enn hon kundi verið. Búskaparráðið mælir tí politisku skipanina til at avtaka serskipanir, sum minka um arbeiðsútboðið í Føroyum; eitt nú serskattaskipanir til føroyingar, sum arbeiða uttanlands. Eitt tiltak, sum hinvegin økir um arbeiðsútboðið, er at hækka pensjónsaldurin. Almennur stuðul til fiskavirkir gjøgnum fiskavirkisskipanina ella makrelstuðul til heimaflotan eigur heldur ikki at verða latin, tí tað er við til at fasthalda arbeiðsmegi í eini ólønsamari vinnu.
Tørvur á fíggjarpolitiskum regluverki
Politiska skipanin eigur at seta í verk eitt fíggjarpolitiskt regluverk, sum setir hámark fyri útreiðsluvøksturin. Tað lættir um trýstið á politikararnar at økja almennu nýtsluna og íløgurnar, tá ið tað gongur væl í búskapinum. Eisini eiga politikararnir at framskriva almennu inntøkurnar og útreiðslurnar so hvørt sum politisk tiltøk verða skotin upp, so tað er sjónligt hvat uppskotið um, eitt nú skattalætta, kostar 10 og 20 ár fram í tíð, tí um fá ár verða tað lutfalsliga fáir skattgjaldarar, sum skulu tryggja vælferðarsamfelagið, sum vit hava í dag. Við atliti til komandi ættarliðini eigur politiska skipanin tí ikki at samtykkja uppskot, sum leggja trýst á framtíðar almennu útreiðslurnar; sum til dømis at strika mótrokningina í pensjónini.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 01. september 2023
Undanfarin ár hava flestu gistingarnar verið í juli, men soleiðis var ikki í ár
Gistnæturnar á føroysku gistingarhúsunum vóru stívliga 36.100 í juli, ið er gott 1.000 fleiri enn sama mánað í fjør - ein vøkstur uppá uml. trý prosent, skrivar Hagstovan.
Undanfarin ár hava flestu gistingarnar verið í juli, men soleiðis er ikki í ár. Fyri fyrstu ferð hava fleiri gistingar og innskrivingar nevniliga verið í juni enn í juli, tá nærum øll kømur vóru upptikin. Í juni vóru 38.400 gistinætur - 2.300 fleiri enn í juli.
Gistinætur telja, hvussu nógvir og hvussu leingi persónar gista á gistingarhúsum.
Flestu gistingarnar eru í Tórshavnarøkinum. Í juli vóru 87 prosent av gistingunum í hesum økinum – eitt prosent lægri enn sama mánað í fjør. Fyri fyrstu ferð vóru gistinæturnar í Tórshavnarøkinum eisini færri í juli samanborið við juni.
Í samlaða býtinum áttu gestir úr øðrum londum enn Føroyum og Danmark helvtina av gistináttunum í juli.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 28. august 2023
Standa fyri lívi: Farna vikuskifti savnaðust fólk í túsundtali á Vaglinum at varpa ljós á ófødda barnið
Síðsta vikuskifti, sunnudagin 27. august, varð skipað fyri tiltakinum 'Standa fyri lívi' á Vaglinum í Havn. Tiltakið, ið var fyriskipað av Dinu Jensdóttir Norðberg og Heidi Magnusdóttir Johansen, hevði til endamáls at varpa ljós á ófødda barnið.
– Vit báðar eru bara tvær púra vanligar mammur, ein við fimm børnum, og hin við einum barni á 11 mánaðir.
– Vit hava hugsað um eitt tílíkt tiltak síðan januar. Líknandi tiltøk eru fleiri staðni í heiminum, og vit hugsaðu, at tað hevði verið gott at havt eitt í Føroyum eisini. Eitt tiltak, ið varpar ljós á børn í móðurlívi, siga tær.
Dina og Heidi greiða frá, at tær halda tað vera umráðandi, at evnið verður tikið upp.
– Vit halda, tað er stórur tørvur á at tosa um børn í móðurlívi og vísa og minna fólk á, at tey eru menniskju eins og vit. At tey hava kenslur og føla eins og vit, hava viljan at liva eins og vit. Onkursvegna gloyma vit hesi lítlu menniskjuni í dagsins samfelag, og vit gloyma at tann mest grundleggjandi rætturin av øllum, er rætturin til lív, siga tær.
Mett var, sambært fyriskiparunum, at væl meira enn 3.000 fólk vóru møtt upp til tiltakið, og eru tær púra ovfarnar av undirtøkuni.
– Lagið var gott hendan dagin, og onkur nevndi, at tað var sum at vera á ólavsøku.
– Mitt undir tiltakinum, umleið 20 minuttir yvir, bleiv ógvuliga fult knappliga. Vaglið var fult av fólki, tað sóu vit báðar frá pallinum og vit sóu eisini, at nøkur stóðu oman móti Hvonn, yviri við Gamla Bókahandil. Hetta var stórt og rørandi at síggja. Men tað, ið vit ikki sjálvar sóu var, at fólk stóðu eisini niðan eftir gongugøtuni. Ein, sum var staðkendur á økinum og stóð væl fyri og sá alla mannamúgvuna, metti, at tá tað var mest var umleið 5.-6.000 fólk, siga tær báðar.
Men afturat teimum túsundatals fólkunum, sum vóru møtt upp, vóru eisini fleiri, ið fygldu við aðrastaðni frá, tí fleiri stroymdu nevniliga tiltakið á sosialu miðlunum.
– Nøkur vóru til sjós, til arbeiðis og kundu ikki vera til staðar av ymsum orsøkum, men tó hugdu tey við á Facebook og lurtaðu beinleiðis á Rás 2. At so mong, fleiri túsund fólk, gjørdu sær ómak at møta upp hendan dagin og vóru við umvegis miðlarnar, sigur ógvuliga nógv, siga fyriskipararnir.
Á skránni sunnudagin vóru røður og tónleikur. Í røðu síni greiddi Dina frá menningini á fostrinum, og eisini las hon tvær søgur upp. Ein var um eina kvinnu, ið hevði fingið fosturtøku, sum greiddi frá, hví hon tók avgerðina, hennara sorg og stríð, men eisini, hvussu hon fann leking. Seinna søgan var um ein mann, har mamma hansara hevði valt fosturtøku frá.
Sambært Dinu og Heidi hevur undirtøkan fyri tiltakinum vera sera góð.
– Fleiri siga, at hetta burdi verið eitt afturvendandi tiltak á hvørjum ári. Vit halda eisini, at tað hevði verið stuttligt at kunna skipað fyri einum tílíkum tiltaki aftur, um høvið býðst, siga tær.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 02. september 2023
Maria Skaalum Petersen er 47 ára gomul og hevur seinastu 15 árini arbeitt sum granskari í Føroyum
Maria Skaalum Petersen, leiðari í Heilsugranskingareindini í Sjúkrahúsverkinum, varð í gjár 1. september 2023 tilnevnd professari í heilsuvísindum á Fróðskaparsetri Føroya.
Maria Skaalum Petersen er 47 ára gomul og hevur seinastu 15 árini arbeitt sum granskari í Føroyum.
Granskingarøkið hennara spennir víða og um fleiri heilsugranskingarøki, og hon hevur útgivið meira enn 85 vísindaligar greinar í altjóða viðurkendum tíðarritum – sum fyrsti rithøvundi á meira enn 25 greinum og seinasti rithøvundur á meira enn 20 greinum.
Uppbygt virðismikið dátutilfeingi
Í høvuðsheitum hevur Maria Skaalum Petersen granskað á epidemiologiska og kliniska økinum, og seinastu tvey árini hevur hon staðið fyri fleiri granskingarverkætlanum um koronu-farsóttina.
Gransking hennara seinastu 15 árini fevnir m.a. um kanning av sambandinum millum umhvørvisevnir og ílegur og sjúkur, so sum Alzheimersjúku, Parkinsonsjúku og amyotrofiska laterala sklerosu (ALS) og afturvendandi kanningar av heilsustøðuni hjá eldri føroyingum í sjeyti-, áttati- og nítiárunum, umframt at hon hevur granskað í heilivágsnýtslu hjá teimum eldru.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 01. september 2023
Kringvarpið skal hava nýggjan tíðindaleiðara at byrja sum skjótast
Georg L. Petersen hevur sagt seg úr starvi, og tí verður lýst eftir nýggjum tíðindaleiðara at byrja sum skjótast.
Tíðindaleiðarin í Kringvarpinum seinastu árini hevur sagt seg úr starvi.
- Hesi fýra árini, eg havi sitið sum tíðindaleiðari, hava verið spennandi og avbjóðandi. Fleiri átøk eru framd bæði í útvarpi og sjónvarpi, sigur Georg L. Petersen.
- Nú standa aðrar broytingar fyri framman, og tí er best, at onkur annar sleppur framat, sigur hann.
Nýggjar avbjóðingar fyri framman
Kringvarpið leggur seg alt meira eftir at menna talgildu pallarnar, og hetta fer at hava broytingar við sær, sigur kringvarpsstjórin Ivan Hentze Niclasen.
- Strategiskt leggja vit orku í eina talgilda snaring, og tað fer at seta nýggj krøv til leiðslu og starvsfólk. Samstundis skulu vit alla tíðina hava fokus á at menna perspektiverandi og kritiska journalistikkin, sigur hann.
Tíðindadeildin í KVF er størsta journalistiska arbeiðsplássið í Føroyum. Har starvast 20 tíðindafólk umframt framleiðarar, fotografar og grafikarar. Deildin framleiðir tilfar til útvarp, sjónvarp og net.
Georg L. Petersen er virkandi tíðindaleiðari, til ein nýggjur er settur.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 28. august 2023
Sambært nýggjari veljarakanning, sum Spyr.fo hevur gjørt fyri Dimmalætting, hevði núverandi samgonga havt meiriluta um val var í dag
Dimmalætting hetta vikuskiftið kundi í gjár kunngera úrslitið av nýggjari veljarakanning, sum er gjørd fríggjadagin í síðstu viku.
Veljarakanningin, sum Spyr.fo hevur gjørt vísir, at samgongan hevði varðveitt meirilutan. Í seinastu veljarakanning, sum spyr.fo annars gjørdi fyri Portalin, koppaði politiska vágskálin yvir til borgarligu síðuna.
Í veljarakanningini, sum Dimmalætting hevur í blaðnum sæst, at samgongan hevði mist ein tingsess í mun til løgtingsvalið og hevði havt 17 tingfólk.
Andstøðan hevði havt 16 tingfólk.
Størsti flokkur er framvegis Javnaðarflokkurin, sum um val hevði verið í dag, hevði havt eina afturgongd upp á 1,1 prosentstig. Afturgongdin hevði kostað ein tingsess, sum Fólkaflokkurin sambært kanningini vinnur, og kemur upp á sjey tingsessir.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 31. august 2023
Skipað varð fyri móttøku í sambandi við, at Hanna í Horni verður sendikvinna, meðan Halla Nolsøe Poulsen takkar fyri seg fyri at taka við sum stjóri í NORA
Mánadagin var móttøka á Sendistovu Føroya í Reykjavík í sambandi við sendifólkaskifti.
Frá 1. september verður Hanna í Horni sendikvinna, meðan Halla Nolsøe Poulsen takkar fyri seg fyri at taka við sum stjóri í NORA.
Fitt av fólki høvdu leitað sær inn á gólvið, harímillum altingslimir, ráðharrar, sendifólk og vinir hjá sendistovuni, skrivar Uttanríkis- og vinnumálaráðið.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 30. august 2023
Ráðharrar og tingfólk í útnorði hava verið saman hesa vikuna
- Tað er tørvur á einum sterkum og kjølfestum samstarvi millum stjórnirnar í útnorði. Eg haldi, at vit eiga at skipa fyri einum toppfundi, har stjórnarleiðararnir hittast at undirrita eina yvirlýsing um tættari samstarv millum stjórnirnar í útnorði.
Soleiðis segði Høgni Hoydal, landsstýrismaður við uttanríkismálum, tá hann í vikuni helt røðu á ársfundinum hjá Útnorðurráðnum, sum er í Reykjavík hesa vikuna.
Mánadagin hevði Høgni Hoydal fund við uttanríkisráðkvinnurnar í Íslandi og Grønlandi, ávikavist Vivian Motzfeldt og Thordís Kolbrúm Gylfadóttir.
Sambært heimasíðuni hjá Uttanríkis- og vinnumálaráðnum, gleddust tey um, at granskingarstovnarnir í teimum trimum londunum hava undirritað samstarvsavtalur, tí tað hevur stóran týdning at samstarva um at granska og savna vitan um okkara øki.
Týsdagin luttók Høgni Hoydal so á í ársfundinum hjá Útnorðurráðnum, har hann bar fram røðu um, hvussu samstarvið í Útnorði kann styrkjast, og hvar avbjóðingarnar eru. Boðskapurin hjá landsstýrismanninum var, at nógv samstarv er á ymsum økjum millum tey trý londini, men at tað er neyðugt at samstarvið mennist við broyttu heimsmyndini og teimum avbjóðingum, heimurin stendur í. Og tí eiga stjórnarleiðararnir at hittast fyri at undirrita eina yvirlýsing um tættari samstarv, segði Høgni Hoydal millum annað.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 30. august 2023
Ákæruvaldið hevur fingið viðhald í, at djóravælferðarlógin ikki heimilar sektarrevsing fyri skammfaring av seyði
At svæva seyð uttan nøktandi doyving, er brot á djóravælferðarlógina. Tað er nú staðfest í Eystara landsrætti, sum í dag hevur sagt dóm um einum máli um skammfaring av seyði.
Ein maður var í Føroya Rætti í mai í ár dømdur sekt fyri skammfaring av eini ær. Maðurin hevði svævað ærina uttan at hava nýtt nøktandi doyving áðrenn. Sambært djóravælferðarlógini er tað at meta sum skammfaring at svæva uttan nøktandi doyving áðrenn.
Ákæruvaldið kærdi málið til Eystara Landsrætt við pástandi um, at maðurin skuldi verða dømdur fongsulsrevsing fyri brotið.
Ákæruvaldið gjørdi galdandi, at djóravælferðarlógin ikki heimilar sektarrevsing fyri skammfaring, og at maðurin tí skuldi dømast eina fongsulsrevsing.
Landsrætturin tók undir við ákæruvaldinum, og dømdi mannin 20 daga treytaða fongsulsrevsing. Treytað fongslulsrevsing merkir, at dømdi einans skal inn at sita, um lógarbrotið verður endurtikið.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 31. august 2023
Í dag fara sjálvboðin at ganga hús í hús kring alt landið fyri at savna pening inn til hjálpararbeiðið hjá Reyða Krossi
Leygardagin, hin 2. september fara fleiri enn 500 sjálvboðin at ganga hús í hús kring alt landið, fyri at savna pening inn til hjálpararbeiðið hjá Reyða Krossi.
– Vit vóna, at innsavnararnir verða væl móttiknir og vit heita á fólk um at hava reiðan pening við hús, skrivar Reyði Krossur í tíðindaskrivi.
– Við at lata nakrar krónur í bússuna hjá innsavnaranum kanst tú vera við til at hjálpa, har neyðin er størst, bæði í Føroyum og úti í heimi.
Reyði Krossur sigur, at tað eisini ber til hjá fyritøkum, feløgum, kommunum, stovnum og øðrum at stuðla.
– Til ber at skráseta stuðulin á heimasíðuni, og fáa eina rokning senda. Fyritøkur o.tíl., ið ynskja at vera sjónlig, kunnu skráseta tað á frymlinum, og navnið verður lýst á takkarsíðuni, sum verður almannakunngjørd, tá innsavnaði peningurin er taldur upp.
Fólk, ið ynskja at hjálpa Reyða Krossi við at gerast innsavnari kunnu tekna seg á heimasíðuni hjá Reyða Krossi.
– Spáka ein túr við tínari familju, ommu, systir ella vinkonu, ella við tínum pápa, soni ella starvsfelaga – og veri við til at hjálpa okkum at hjálpa. Peningurin, ið verður savnaður inn, kann hava alt at siga fyri ein persón ella eina familju, antin í Føroyum ella úti í heimi, sigur Reyði Krossur, sum leggur afturat, at øll, sum ganga við bússu eru við í lutakastinum um tvey gávubrøv frá Atlantic Airways.
Tey, sum ynskja at ganga við bússu í høvuðsstaðnum nýtast tó ikki at tekna seg áðrenn, sigur Reyði Krossur.
– Skalt tú ganga í Tórshavn, er ikki neyðugt at tekna teg áðrenn – tá ert tú vælkomin at møta í hølunum hjá Reyða Krossi á Bryggjubakka 10 á sjálvum degnum, millum kl. 10:00-17:00. Her skráseta vit títt navn, og tú fært eitt rutukort og eina bússu, sum skal vera inni aftur í seinasta lagi kl. 18.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 30. august 2023
Økingin av túratalinum dagarnar 29. juni til 20. august var ein roynd at kanna eftirspurning og ferðamynstur á farleiðini, og hóast eingin avgjørd niðurstøða kann gerast út frá hesum avmarkaða summartíðarskeiði, fekst kortini ein greið ábending um, at økt túratal økir um ferðingina, sigur Strandferðslan
Tá ið Strandferðslan í sjey vikur í summar økti munandi um túratalið á Hestleiðini, øktist talið á ferðandi við 430 ella 40 prosent upp í 1487 ferðafólk í mun til 1057 sama tíðarskeið árið fyri. Sum skilst setti økta túratalið góðan dám á Hestbygd hesar vikurnar.
Økingin av túratalinum dagarnar 29. juni til 20. august var ein roynd at kanna eftirspurning og ferðamynstur á farleiðini, og hóast eingin avgjørd niðurstøða kann gerast út frá hesum avmarkaða summartíðarskeiði, fekst kortini ein greið ábending um, at økt túratal økir um ferðingina.
Erla Kongsdóttir bleiv hetta tíðarskeiðið sett inn í sigling á Hestleiðini aftrat Teistanum, ið annars røkir og hevur røkt Hestleiðina í mong ár. Serliga Erla Kongsdóttir sigldi fleiri túrar, m.a morguntúrar kl 7:30 úr Hesti gerandisdagar, tríggjar dupulttúrar seinnapart og onkrar túrar hjá Teistanum.
Árini fyri, 2020 og 2021, ferðaðust eisini fitt av fólki á Hestleiðini, men komst helst av koronufarsóttini, tá ið føroyingar hildu seg frá at ferðast uttanlands, men ferðaðust heldur í egnum landi. Av somu orsøk vóru rættiliga fá útlendsk ferðafólk at hóma í Føroyum.
Sama mynstur sást aftur í hinum ferðafólkahagtølunum hjá Strandferðsluni. Til dømis vóru metnógv ferðafólk við fleiri av skipunum í juli mánaða í 2020, tí tað tá var blivið so vælumtøkt at vitja ymsu útoyggjarnar í Føroyum.
Erla Kongsdóttir er í løtuni mest upplagda skipið hjá Strandferðsluni at seta inn á Hestleiðina, tá ið Teistin gevst at sigla. Men av tí, at Erla Kongsdóttir er eykaskipið hjá Strandferðsluni, má hon eisini avloysa á øðrum farleiðum, serliga Kalsoyar- og Nólsoyarleiðunum.
Hesi tíðarskeiðini kann Strandferðslan seta millum aðrar Jósup inn í siglingina á Hestleiðini. Jósup skiftir frá summar- til vetrarferðaætlan 1. september og siglir tá tríggjar dagar um vikuna. Jósup avloysir eisini Rituna og Sildberan, tá ið hesi fara á beding vanliga í oktober og november.
Endalig støða tykist ikki vera tikin til, hvat ið verður av Teistinum, tá ið hesin skjótt gevst at sigla á Sandoyarleiðini. SSL hevur millum annað víst á, at Teistin eigur at verða royndur á ávikavist Kalsoyar- og Nólsoyarleiðunum við atliti til havnarløgini og støddina av skipum.
Arbeitt verður í løtuni við tillaga atløguviðurskiftini í Hesti, so Erla Kongsdóttir kann flyta akfør um Hestfjørð. Ætlanin er, at Erla á Hestleiðini fer at sigla ímillum Gomlurætt og Hest.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 01. september 2023
Tingkvinna fyri Javnaðarflokkin eftirlýsir eina menningarætlan fyri Bygdaleiðir - ferðafólkatalið á leið 400 er minkað niður í helvt hesi seinastu tíggju árini
Seinastu árini er ferðafólkatalið við Bygdaleiðum støðugt lækkað. Hetta er ein gongd skeiva vegin.
Tað metir tingkvinnan Eyðgunn Samuelsen úr Javnaðarflokkinum, sum vísir á, at ynskja vit at fáa fleiri fólk at nýta kollektivu og almennu ferðamøguleikarnar – og harvið minka um samlaða útlátið frá akførum – er neyðugt við eini menningarætlan fyri Bygdaleiðir.
Hon hevur tí sett landsstýrismanninum við samferðslumálum, Dennis Holm, ein fyrispurning um málið.
Eyðgunn Samuelsen vísir á, at tann størsta minkingin í ferðafólkatali seinastu 10 árini er á leið 400, sum koyrir millum Tórshavn og Klaksvík, har talið er minkað niður í helvt.
Nýggja leiðin 401, sum koyrir millum Tórshavn og Klaksvík umvegis Eysturoyartunnilin, koyrir einans tvær ferðir um dagin – og ongan túr í vikuskiftinum.
- Í dagsins samfelagi ynskja fólk at ferðast stytstu leið, og harumframt er tað dýrari fyri SSL og umhvørvið at koyra longstu leið. Her eru meirútreiðslur til brennievni, størri útlát og meira slit á vegirnar, skrivar Eyðgunn Samuelsen í fyrispurningum til Dennis Holm.
Tí eftirlýsir tingkvinnan eina menningarætlan fyri Bygdaleiðir, soleiðis at fleiri fólk fara at nýta bussarnar framum egnan bil.
- At stórir bussar við fáum ferðafólkum verða nýttir til hendan flutning gagnar hvørki SSL, landinum ella umhvørvinum. Tí vóni eg, at vit fáa eina loysn sum skjótast, sigur Eyðgunn Samuelsen.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 29. august 2023
– Tað er sera týdningarmikið, at vit – bæði borgarar, vinna og politiskir myndugleikar – eru við til at minka um, hvussu nógv burturkast verður framleitt. Tí næst skulu vit arbeiða fram ímóti at endurnýta og endurvinna so nógv av burturkastinum sum gjørligt, sigur Jóannes Guttesen, sum byrjaði í starvinum 21. august
21. august byrjaði Jóannes Guttesen sum umhvørvisleiðari hjá IRF.
Jóannes er 54 ára gamal og búsitandi í Hoyvík. Hann er útbúgvin laboratoriuteknikari, hevur diplomútbúgving í leiðslu og hevur viðkomandi skeið innan umhvørvisgóðskuskoðan, fyrisiting og verkætlanarleiðslu, skrivar IRF í tíðindaskrivi.
Jóannes hevur áður starvast sum umhvørvisleiðari og leiðari á Kommunalu Brennistøðini hjá Tórshavnar Kommunu, og hann hevur eisini starvast á Heilsufrøðiligu starvsstovuni.
Umhvørvisleiðarin hjá IRF hevur ábyrgdina av øllum umhvørvisviðurskiftum hjá felagnum og er við til framhaldandi at tryggja grønu kósina hjá IRF saman við leiðslu, deildarleiðarum og starvsfólkum annars.
– Eg havi altíð havt stóran áhuga í umhvørvis- og burturkastøkinum, og tað verður sera spennandi at arbeiða við munadyggum loysnum innan fyribyrging, innsavning og hagreiðing av burturkasti frá borgarum og virkjum úr øllum landinum, sigur nýggi umhvørsleiðarin hjá IRF.
– Tað er sera týdningarmikið, at vit – bæði borgarar, vinna og politiskir myndugleikar – eru við til at minka um, hvussu nógv burturkast verður framleitt. Tí næst skulu vit arbeiða fram ímóti at endurnýta og endurvinna so nógv av burturkastinum sum gjørligt, sigur hann og leggur afturat, at hann gleðir seg at herja á hesa uppgávu saman við dugnaliga starvsfólkahópinum hjá IRF.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 01. september 2023
Høvuðsorsøkin til framgongdina er økt virksemi og hækkandi rentustøði
Úrslitið hjá Norðoya Sparikassa eftir skatt fyrra hálvár 2023 var eitt avlop upp á 16,9 milliónir krónur sammett við 6,1 milliónir sama tíðarskeið árið fyri. Høvuðsorsøkin til framgongdina er hægri rentustøði og økt virksemi.
Útlánini hækkaðu úr 2.043 milliónum upp í 2.096 milliónir krónur, sum svarar til ein vøkstur upp á 53 milliónir ella 2,6 prosent.
Innlánini øktust úr 2.460 milliónum upp í 2.566 milliónir krónur, sum svarar til ein vøkstur upp á 106 milliónir ella 4,3 prosent.
Ábyrgdarpeningurin øktist úr 34,3 milliónum upp í 36,2 milliónir krónur, ið svarar til eina øking upp á 1,9 milliónir krónur ella 5,5 prosent. Miðað verður eftir at renta ábyrgdarpeningin við 5 prosentum í 2023.
Solvensur sparikassans pr. 30. juni 2023 var 27,7 prosent samanborið við 26,2 prosent árið fyri.
Lyklatalið fyri gjaldførið var 371 prosent í mun til lógarkravda gjaldførið á 100 prosent.
Nýtt innlánstilboð til ábyrgdarar
Nú rentustøðið er munandi hækkað, ber til hjá kundum at fáa rentu av innistandandi. Í løtuni bjóðar sparikassin kontur við trimum mánaða og 12 mánaða binding, ið geva hægri rentu.
Harumframt er møguligt hjá privatkundum, ið eiga ábyrgdarpening fyri minst 30.000 krónur, at stovna serliga innlánskontu við 12 mánaða binding, ið gevur enn hægri rentu.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 31. august 2023
Pf. Fakfelag hevur keypt ognarlutin frá Landsstýri í LÍV. Talan var um 16,67 prosent, og frammanundan átti Pf. Fakfelag 33,33 prosent. Sostatt eigur Pf. Fakfelag nú 50 prosent og Ognarfelagið LÍV eigur 50 prosent í Pf. Tryggingarfelagnum LÍV
Á almennari móttøku í hølunum hjá Starvsfelagnum, varð keypsavtalan undirskrivað.
1. juni í 2016 vóru ognarviðurskiftini skipaði av nýggjum í LÍV. Ognarfelagið LÍV, umboðandi tryggingartakaran, fekk tillutað 50 prosent av partapeninginum, samstundis sum Pf. Fakfelag keypti 33,33 prosent av partapeninginum. 16,67 prosent av partapeninginum var framhaldandi ogn hjá landinum.
Pf. Fakfelag hevði í einum tíðarskeiði upp til 10 ár, frá 1. september at rokna, rætt til at keypa ognarlutin, sum Føroya Landsstýri átti í felagnum, soleiðis at samlaði ognarluturin fór at gerast 50% av felagnum.
– Vit í Pf. Fakfelag fegnast um, at trý ár áðrenn freistina, hevur tað eydnast okkum at keypa ognarlutin frá Føroya Landsstýri, sigur Pætur Niclasen nevndarlimur og talsmaður fyri Pf. Fakfelag.
Við søluni av LÍV er tað kundin, sum eigur LÍV Samtakið umvegis Ognarfelagið LÍV og Pf. Fakfelag. Samhaldsfasta skipanin hjá LÍV sæst aftur í lækkandi umsitingargjaldi, tá kundarnir standa saman um felagið. 1. januar 2023 lækkaði fasta árliga umsitingargjaldið frá 300 til 180 krónur, meðan leypandi umsitingargjaldið av inngjaldinum lækkaði frá 5 til 4 prosent.
Í Pf. Fakfelag eru 21 fakfeløg, tey eru: Arktitektafelag Føroya, Bioanalytikarafelagið, Ergoterapeutfelagið, Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar, Felagið Føroyskir Radiografar, Føroya Byggifrøðingafelag, Føroya Handverkarafelag, Føroya Pedagogfelag, Føroya Skipara- og Navigatørfelag, Føroya Verkfrøðingafelag, Fysioterapeutfelag Føroya, Havnar Arbeiðskvinnufelag, Heilsuhjálparfelag Føroya, Heilsurøktarfelagið, Kost- og Føðslufelag Føroya, Ljósmøðrarfelag Føroya, Maskinmeistarafelagið, Musikklærarafelag Føroya, Samverk, Starvsfelagið og Yrkisfelagið Miðnám.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 01. september 2023
Føroyska makrelveiðan í ár setur met. Til og við týsdagin var samlaða fráboðaða veiðan tilsamans 157.000 tons. Tað mesta vit annars higartil hava fiskað av makreli í einum ári, var í 2014, tá veiðan var uml 150.000 tons
Av felagskvotuni við hámarki á 55.000 tons, eru nú 17.400 tons eftir. Hetta skrivar heimasíðan hjá felagnum Nótaskip.
Føroyska kvotan í 2023 er 132.000 tons, tá býtt er við onnur lond, umframt 11.000 tons, sum eru flutt frá 2022 eftir regluni um 10 prosent flyting.
Av hesum tilsamans 144.000 tonsunum eru 24.000 eftir at fiska. Av samlaðu veiðuni í ár eru 65 prosent fiskað í føroyskum sjógvi og 35 prosent í altjóða sjógvi.
Nógv tað mesta av makrelinum í ár er landaður til ídna, tí frystivirkini hava ikki tikið ímóti makreli síðan í juli.
Pelagos hevur tó hesa vikuna tikið ímóti tveimum lastum, sum hvør var 800 tons. Avreiðingarprísurin hevur verið góður, og í løtuni liggur hann um 7 krónur fyri kilo.
18 føroysk makrelskip eru úti í løtuni. 11 royna í altjóða sjógvi og sjey í føroyskum sjógvi. Hóskvøldið á midnátt fór undantaksloyvi til at landa makrel uttanlands úr gildi.
Meira enn 50 norsk uppisjóvarskip royna eftir makreli tætt við føroyska markið. Tey hava ikki nakran rokfiskiskap.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 31. august 2023
Fiskiskapurin eftir gulllaksi hevur gingið hampuligt í ár, hóast ynskiligt var, at hann var betri
- Tað sær út, sum tað minkar við gulllaksi við Føroyar. Vit hava bara fingið ein góðan og stuttan túr í ár í mun til undanfarnu ár, har vit onkuntíð hava klárað tveir túrar um vikuna. Harafturat, hava vit flutt nógv meiri fyri at fáa túrarnar inn, sigur Tummas.
Fiskiskapurin eftir gulllaksi, er um at vera av, á hesum sinni. Tvey pør, Fuglberg og Skoraberg, Polarhav og Stjørnan og lemmatrolarin, Eysturbúgvin hava fiskað gulllaks í ár.
- Fiskiskapurin eftir gulllaksi hevur gingið hampuligt í ár, hóast ynskiligt var, at hann var betri. Vit hava fiskað umleið 3000 tons, men ynskiligt var, at vit høvdu fiskað nøkur hundrað tons afturat! Tað sigur skiparin á Fuglberg, Tummas Johansen.
- Tað er lætt at vera klókur aftaná, men høvdu vit byrjað eitt sindur fyrr og ikki havt maskintrupulleikar, ja, so høvdu vit óivað fingið nøkur hundrað tons meiri, sigur hann.
- Tað sær út, sum tað minkar við gulllaksi við Føroyar. Vit hava bara fingið ein góðan og stuttan túr í ár, í mun til undanfarnu ár, har vit onkuntíð hava klárað tveir túrar um vikuna. Harafturat hava vit flutt nógv meiri, fyri at fáa túrarnar inn, sigur Tummas.
- Vit hava roynt mest suður móti bretska markinum, og djypri enn vanligt. Vit hava fingið 2-3-brúkilig hál í sama stað, men so hevur verið neyðugt at flutt vegna smáligan fiskiskap. Undanfarnu ár, hava vit nærum fingið uppí skipini í sama øki, sigur hann.
- Skipini skulu til 35 ára klassing fyrst í komandi mánaði; so hetta verður síðsti túrur á hesum sinni.
- Vit fara suðuraftur móti markinum at royna, og so fáa vit at síggja, um neyðugt verður at flyta norðureftir fyri at fáa túrin inn!
Tað segði Tummas við sjómanstrúboðaran, sum vitjaði umborð á trolararnar ín vikuni.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 30. august 2023
Havsbrún byggir út og eftir ætlan stendur bygningurin liðugur í 2025
Í summar fór Articon undir at gera nýggjan framleiðslubygning til Havsbrún.
Talan er um heildararbeiðstøku. Verandi bygningur skal eitt nú takast niður, gravast skal út fyri fundamentum til nýggjan bygning og leiðingar skulu leggjast. Betongarbeiði er stórur partur av uppgávuni.
Ætlandi verður bygningurin liðugur fyrst í 2025.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 31. august 2023
Útlendingakunngerðin fyri Føroyar er broytt soleiðis, at krav verður nú sett til inntøkuna hjá útlendingum við vinnuligum uppihaldsloyvi, sum ynskja at fáa familjuna við sær til landið
Tað hevur víst seg, at fleiri útlendskar familjur, sum eru komnar til Føroya seinastu árini sum samfylgjandi familja, hava havt trupult við at fáa endarnar at røkka saman. Tá hesar familjur samstundis hava havt avmarkaðan rætt til almannaveitingar, gerst støðan uppaftur truplari.
Ítøkiliga merkir broytingin í kunngerðini, at eitt minstakrav verður sett til inntøkuna, meðan tey eru í Føroyum.
– Tá ið vit loyva fólki at koma til Føroya í vinnuligum ørindum eru vit noydd at tryggja okkum, at tey eisini klára seg og trívast í landinum, og at ikki fleiri familjur enda í fátækraváða, sigur Bjarni Kárason Petersen, landsstýrismaður í lógarmálum.
Tað er danska Útlendinga- og integratiónsmálaráðið sum hevur framt kunngerðarbroytingina eftir áheitan frá Løgmálaráðnum.
Snarskipanin varð sett í verk á heysti 2021, og føroyskir arbeiðsgevarar hava síðani kunnað útvegað sær arbeiðsmegi kring allan heimin. Sama tíðarskeiðið er talið á útlendingum, ið koma til landið sum samfylgjandi familja, meira enn tvífaldað. Í 2021, sama ár sum snarskipanin varð sett í verk, komu tað sostatt 48 útlendingar til Føroya sum samfylgjandi familja. Í 2022 var talið 118 – av hesum vóru 78 børn.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 01. september 2023
Fyri fyrstu ferð í longri tíð hvíla fólk og lívsgleðin er komin aftur, sigur Heimafriður
Millum 80 og 90 prosent færri klagur eru um larm síðani havnarstongsilin kom í gildi, sigur felagið Heimafriður
Heimafriður og limir hjá Heimafriði hava seinastu tíðina merkt, at nógv færri russisk skip vitja føroyskar havnir.
Felagið boðar frá í tíðindaskrivi, at 80 til 90 prosent av øllum klagum um larm eru enn áðrenn havnarstongsilin kom í gildi.
Fólk boða Heimafriði frá, at tey fyri fyrstu ferð í longri tíð hvíla, og at lívsgleðin er komin aftur.
- Havnarstongsilin gevur eina klokkuklára mynd av, hvørjir størstu syndarirnir eru. Tað stendur púra greitt, sigur Heimafriður.
- Hendan tíðin gevur Havnanetverkinum ein gyltan møguleika at endurskoða og gera neyðugu broytingarnar til frama fyri tey, sum búgva nærendis havnunum, heldur Heimafriður.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 26. august 2023
Fleiri tiltøk verða hesa komandi tíðina
Í ár eru tað 150 ár liðin síðani fyrstu niðursetuhjúnini, Per og Nicolina Højgaard, settu búgv í Rituvík. Henda stórhending verður fagnað við fleiri tiltøkum í heyst og komandi vár. Fyrsta tiltakið er eitt hátíðarhald fyri allar íbúgvarnar í Rituvík leygardagin 9. september.
Sum eina hóskandi upptakt til hátíðarhaldið verður heimildarfilmurin 'Mýrarnar tala' endursýndur í Løkshøll henda dagin kl. 15. Filmurin fer aftur á slóðina í Rituvík og til farvegin av teim gomlu torvheiðunum. Tað eru Dánjal Højgaard og Hans Petur Hansen, sum hava lagt filmin til rættis. Eftir verður møguleiki at melda seg til ein busstúr frá Løkshøll, framvið Toftavatni og til torvlutirnar í Rituvík, sum eru partar av filminum. Tað verður Dánjal Petur Højgaard, ið kemur at greiða frá um torvskurð á túrinum.
Innbjóðingar til hátíðarhaldið 9. september eru nú bornar út til øll húski í Rituvík, skrivar Runavíkar kommuna, og freistin at melda seg til er 4. september.
150 ára haldið í Rituvíkhevur fingið egið búmerki, sum Sjúrður Højgaard, grafiskur sniðgevi í Kodio, hevur gjørt. Seinni í ár verða fleiri tiltøk í sambandi við 150 ára dagin. Nærri verður at frætta um tiltøkini í næstum.
Sjúrður Højgaard hevur teknað búmerkið
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 29. august 2023
Á altjóða rúmdarstøðini ISS hevur danin Andreas Mogensen hongt fløggini í ríkisfelagsskapinum upp
Á altjóða rúmdarstøðini, í ringrás um Jørðina í 386 kilometra hædd við einari ferð upp á 27.700 kilometrar um tíman hongur Merkið.
Tað er danin Andreas Mogensen, sum næstu seks mánaðirnar skal gera ymsar uppgávur á rúmdarstøðini, sum hevur hongt tey trý fløggini í ríkisfelagsskapinum.
Grønlendska Erfalasorput, danska Dannebrog og føroyska Merkið.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 31. august 2023
Treytin er, at man er 18 ár tann 15. oktober, tá Christian prinsur fyllir 18 ár. Tríggir aðrir ungir føroyingar verða bodnir við
Ert tú 18 ár og hevur hug at fara ein túr til Danmarkar í kongaligan føðingardag 15.oktober, so er tað tær, sum leitað verður eftir.
Hetta framgongur í skrivi frá Løgmansskrivstovuni.
- Tann 15. oktober 2023 verður H.K.T. Christian prinsur 18 ár. Í hesum sambandi skipar Kongshúsið fyri stórari føðingardagsveitslu, gallataffel, á Christiansborg Slot. Fleiri enn 200 ung úr øllum ríkinum eru boðin við - herundir ein genta og ein drongur úr Føroyum. Harumframt bjóðar Kongshúsið eisini trimum ungum úr Føroyum millum 18 og 25 ár, ið hava skarað framúr innan ítrótt, mentan ella list. Kongshúsið velur hesi trý.
Í løtuni leitar Løgmansskrivstovan harvið eftir tveimum 18 ára gomlum føroyingum - - einari gentu og einum dreingi - til stóra dagin hjá danska kongshúsinum.
Einasta treyt er, at tú hevur fylt 18 ár áðrenn 15. oktober 2023. Freistin at søkja er 7. september kl. 12.00, upplýsir lms.fo, ið samstundis boðar frá, at ynskiligt er, at føroysku gestirnir eru í tjóðbúna.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 29. august 2023
Atlantic Airways fleyg í undanfarnu viku til New York í rutu fyri fyrstu ferð. Vit vóru við á túrinum
New York býur - The Big Apple - hevur víst seg frá sínari bestu síðu, hesar seinastu dagarnar sum føroyska ferðalagið frá fyrsta rututúrinum hjá Atlantic Airways vestur um hav, hevur verið í hjartanum á milliónabýnum.
Hotell á Manhattan, eitt hanagleiv frá Times Square við skíggjum í ølllum ættum, og ikki langt frá kendum støðum sum Rockefeller Center, Ground Zero, Grand Central Station, Empire State Building og grøna býarskáanum Central park.
Við á hesi fyrstu ferðini var umboð frá Portalinum. Farið var úr Vágum hálvgun seks og seinnapartin týsdagin móti midnátt føroyska tíð lendi flogfarið við umleið 70 fólkum. Við á ferðini vóru umframt innbodna ferðalagið eini 30 onnur fólk.
Innbodna ferðalagið fevndi um umboðum fyri Atlantsflog, føroyskar ferðaskrivstovur og føroyskar miðlar.
Jóhanna á Bergi, stjóri í Atlantic Airways (Mynd: Sverri Egholm)
- Hetta hevur verið ein dreymur leingi, men hetta er ein ruta sum skal byggjast upp, sigur Jóhanna á Bergi, stjóri í Atlantsflogi.
Hon greiddi eisini frá, at tað ikki er vist, at flogið verður til Stewart flogvøllin næsta ár. Tað snýr seg um at fáa fótin inn um, skilst.
Flogið verður aftur næsta ár um sama mundið, men tá koma ferðaseðlarnir til sølu fyrr á árinum. Hildið verður at orsøkin til heldur laku søluna vestur um hav, skal finnast í, at um sama mundi, at nýggja ferðamálið varð sett til sølu, hevði Atlantsflog millum annað selt fleiri enn tíggju full flogfør til EM-endaspælið í Berlin í januar 2024.
(Mynd: Sverri Egholm)
Í góðari tíð
Tá flogið verður til New York skal møtast í góðari tíð. Hálvan triðja tíma undan fráferð møtti ferðalagið, og tað var ikki hissini av ymsum, man skuldi ígjøgnum. Tjekkað varð inn við skrankin, og tí at Vága Floghavn skal góðkennast sum floghavn fyri nýggja ferðamálið, vóru fólk frá alskyns ferðamyndugleikum, sum fylgdu við, hvussu væl serligu uppgávurnar vórðu loystar.
Ferðavisum, sonevnd ESTA-góðkenning, skal ein hava avgreitt á netinum frammanundan, og hetta skal vísast á flogvøllinum. Eisini er ein rúgva av spurningum, sum skulu svarast. Eitt nú verður spurt, um tú ætlar tær at fremja yvirgang í USA. Hevur tú alt í ordan, sleppur tú lætt í gjøgnum hetta, men svarar tú "skeivt" uppá ein spurning, skalt tú troppa upp við gate 2 ein tíma undan fráferð. Her verður alt hondviðføri endavent og kannað.
Umframt hetta, verður eitt ávíst prosenttal av øllum ferðandi tikið til síðis og hondviðføri verður kannað einaferð afturat.
(Mynd: Sverri Egholm)
Kendist lætt og skjótt
Undan ferðini fingu vit at vita, at ferðin vestur um hav fór at taka sjey tímar og tjúgu minuttir. Tað er ofta nóg trongligt at seta í einum Airbus A320-flogfari teir tveir tímarnar, tað tekur at flúgva til Keypmannahavnar, og tí var øtast við um hasar góðu sjey tímarnar.
Komin umborð á flogfarið greiðir flogskiparin frá, at túrurin fór at taka seks tímar og 20 minuttir. Tað er alt eftir veður og vindi, og í hesum førinum vóru vit heppin.
Lagið var gott umborð og fólk tóktust spent um hesa nýggju farleiðina. Seks tímar er hóast alt leingi í einum flogfari, har tú helst ikki skal reisa seg uttan tað snýr seg um neyðsynjarørindi.
Á túrinum bjóðaði Atlantsflog brúsandi vín og sjokulátu frá Gómagott. Og við ymiskum etandi á túrinum, og ikki minst góða huglagnum umborð, kendist alt at ganga skjótt fyri seg.
Stewart International Airport skipaði fyri lítlari móttøku við komu í sambandi við fyrsta túrin, og ein snórur varð kliptur.
(Mynd: Sverri Egholm)
(Mynd: Sverri Egholm)
Á myndini síggjast Jóhanna á Bergi, stjóri í Atlantsflogi, og Bjarni Kárason Petersen, løgmálaráðharri, saman við umboðum frá flogvøllinum (Mynd: Sverri Egholm)
90 minuttir til Times Square
Tað góða við at flúgva til New York - í mun til heim aftur - er, at her vinnur tú nakrar tímar. Fimm tímar.
Hóast klokkan var næstan midnátt í Føroyum tá ferðalagið lendi á Stewart, var hon bara 19 lokala tíð. Tað kendist seint, men náttin var framvegis ung tá ferðalagið kom á Times Square hálvfems minuttir seinni.
(Mynd: Sverri Egholm)
Bussur koyrir í sambandi við komur og fráferðir hjá Atlantsflogi.
Mitt í verðini
Hvar enn túr vendir tær eru fólk. 8,8 milliíónir búgva í tætt bygda býnum við nógvu skýskavarunum.
Býurin er stórur og nógv er at síggja. 45 minuttir til gongu frá hotellinum var Chelsea Piers, og við báti herfrá var ferðalagið við báti á Hudson ánni mikudagin. Í allar fagrasta veðri sigldi snotiliga farið Manhattan eftir ánni.
(Mynd: Sverri Egholm)
(Mynd: Sverri Egholm)
Siglt var eitt nú út til Frælsisgudinnuna, Ellis Island, Brooklyn Bridge, men eisini fram við øllum skýskavaranum, og millum annað 541 metrar høga One World Trade Center, sum bleiv bygdur eftir at World Trade Center tornini rapaðu í 2001.
Eftir framúr siglitúrin varð farið upp í 427 metrar høga One Vanderbilt, sum stóð liðugt í 2020. 93 hæddir og fjórðhægsta háhús í New York. Tað serstaka við hesum bygningin eru øll speglini á gólvi, lofti og veggum og framúr útsýni yvir Manhattan.
Á ovastu hædd var barr, har tað bar til at keypa sær okkurt svalandi í nógva hitanum.
Útsýnið frá One Vanderbilt (Mynd: Sverri Egholm)
(Mynd: Sverri Egholm)
Nakrar fáar metrar frá One Vanderbilt, er heimsins størsta tokstøð, Grand Central Station, sum læt upp í 1913 (Mynd: Sverri Egholm)
Bumbað aftur í tíð
Eitt sum ikki slepst undan at nevna, er fartelefonsambandið á túrinum. Vanliga er hetta ikki ein trupulleiki tá føroyingar eru uttanlands, og televeitararnir breggja sær av at kundarnir kunnu sleppa á netið um nærum allan heimin.
Tað var ikki støðan í hesum førinum. Tey sum høvdu Føroya Tele sluppu ikki á netið fyrr enn túrurin at kalla var liðugur, meðan tey, sum høvdu Nema reikaðu sum teimum lystu allan túrin.
Brooklyn Bridge (Mynd: Sverri Egholm)
Ikki nóg gott av Føroya Tele, tí fólk hava vant seg við at Google Maps og aðrar nettænastur á telefonini rigga á ferðini. Slíkt skal bara rigga.
Drúgv heimferð
Atlantsflog flýgur einaferð um vikuna til og úr New York, og tí mátti føroyska ferðalagið á hesum sinni heim umvegis Ísland. Heimferðin byrjaði seinnapartin lokala tíð hósdag, og fríggjadagin um middagsleitið varð lent í Vágum.
Flogfelagið Play flýgur eisini til Stewart, og fleyg hálva sætta tíma langa túrin til Keflavíkar, og síðani varð tað aftur Atlantsflog, sum átti tørn úr Keflavík til Vágar fyrrapartin.
Vónandi var hetta ikki seinasta ferðin í New York.
Atlantic Airways flýgur til New York fýra ferðir afturat, einaferð um vikuna til og við 19. september.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 27. august 2023
Flytifuglar er ein krimi, og ein søga um at vera tilflytari, sum ikki pyntar upp á veruleikan
Í Føroyum búgva nógvar familjur, har annað foreldrið er føroyingur, og hitt foreldrið er tilflytari úr einum øðrum landi.
Børnini í hesum familjum hava tí ofta tvær mentanir og tvey mál - um ikki fleiri. Av tí sama ber til at spyrja, hvussu tað kennist at vaksa upp í einum samfelagi, har tú bæði ert heima og fremmand ella fremmandur í senn. Hvussu er tað hjá einum barni at vera ímillum tvær mentanir? Og hvussu sigur mann søguna hjá einum sovorðnum barni í einari bók? Júst hetta ger Elin á Rógvi og letur upprunaføroysku barnabókina Flytifuglar úr hondum:
Hóast 11 ára gamla Mai hevur búð í Vestmanna í fleiri ár, er tað ringt at føla seg heima, tá eingin letur hana gloyma, at hon er øðrvísi. Tá ein drongur hvørvur sporleyst úr einum barnavogni, royna Mai og vinkonan Emma at finna hann. Dagarnir ganga, og leitanin tykist vónleys. Men knappliga stendur Mai við einum smábarni í ørmunum og má flýggja fyri lívinum, um hon skal bjarga sær sjálvari og barninum.
Lena Klahan Langgaard, lærari, sigur soleiðis um Flytifuglar:
– Endiliga ein bók, ið gevur okkum innlit í, hvussu tað er at vera tilflytarabarn í Føroyum! Sjálv kenni eg til, hvussu forvirrandi tað kann vera at koma frá tveimum londum í senn. Hvussu skal eg eingong identifisera meg? Og er tað í grundini so týdningarmikið? Fleiri av tonkunum hjá Mai vóru einaferð mínir egnu tankar. Og so er bókin eisini so spennandi, tí aftrat tí at læra Mai at kenna, sum annars er ein púra vanlig genta, hendir nakað, sum er alt annað enn vanligt.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 28. august 2023
Avtala gjørd millum G! Festivalin og Høgna Lisberg galdandi fyribils í eitt ár
G! Festivalurin hevur sett Høgna Lisberg í starv sum tónleikbookara. Avtalan er fyribils galdandi í eitt ár, skrivar festivalurin á heimasíðu síni.
41 ára gamli leirvíkingurin hevur drúgvar og viðkomandi royndir innan tónleik. Sangari, guitarleikari, lagsmiður, trummuleikari, framleiðari og publishari, eru alt ting sum Høgni hevur fingist við, umframt at hann hevur bachelor tónleikaútbúgving frá Rytmisk Musik Konservatorium í Keypmannahavn.
Høgni hevur ferðast víða um sum framførandi tónleikari, serliga sum trummuleikari við Eivør. Sum trummuleikari í bólkinum Clickhaze, hevur eisini altíð verið eitt tilknýtið millum festivalin og Høgna. Clickhaze og G! spruttu nevniliga úr sama umhvørvi.
Helst hevur Høgni spælt á øllum G! Festivalum sum hava verið, antin sum trummuleikari ella sum sangari, og kennir hann tí væl leistin, sum festivalurin koyrir eftir.
Báðir partar eru sjálvsagt sera spentir um nýggja samstarvið, og síggja fram til eina spennandi skrá í komandi árið. G! verður hildið dagarnar 18. til 20. juli 2024.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 31. august 2023
Hesafarð er Amin Jensen vertur og sprechtallmeistari
Fyri 17. ferð er Sirkus Baldoni nú á veg til Føroyar fyri at undirhalda børn og vaksin her á landi.
Nýggjheitin í ár er, at tað er fólkakæri skemtarin, sangarin og sjónleikarin, Amin Jensen, sum er vertur fyri framførsluni, og hann hevur leyvuna Leonardo á arminum, eins og Baldoni sirkusstjóri altíð hevur havt.
Millum tey, sum framføra í Sirkus Baldoni í ár, er ein sterk kvinna, sum jonglerar við kettlebells, Buffalo Family, sum er ein kovboyfamilja, ið ger kynstur við lasso og kastar við knívum. Sirkusprinsessan Diana blæsir sápubløðrur í formum, sum helst ikki eru sæddir í Føroyum fyrr og 13 ára gamli Rudi vísir á fyrsta sinni síni fimleikakynstur við handstøðum á stong.
Nýggi klovnurin hjá Sirkus Baldoni eitur Tøffe, og hann undirheldur millum framførslurnar og ger gjøldur burtur úr sprechtallmeistaranum.
Fyrsta framførslan hjá Sirkus Baldoni verður í Miðvági 4. september og fram til 13. september veður harumframt vitjað á Skála, í Klaksvík, Runavík, Tvøroyri, Tórshavn, Vestmanna, Eiði og Kollafirði.
Rudi
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 31. august 2023
Er einmælt vald til politiskt framsøgufólk hjá flokkinum, nú floksformaðurin, Alex Vanopslagh, valdi at gevast við hesi uppgávuni
Í komandi tíðum verður tað føroyska Sólbjørg Jakobsen úr Runavík, sum kemur at útleggja politikkin hjá danska flokkinum Liberal Alliance, tá miðlar og tíðindafólk vilja hoyra hvønn meining hesin flokkurin hevur til tey politisku málini, sum eru frammi í tíðini.
Flokkurin hevur júst hildið sín summarfund, og her boðaði floksformaðurin, Alex Vanopslagh, at hann ikki longur ynskir at vera politiskt framsøgufólk hjá flokkinum. Í staðin valdi fólkatingsbólkurin einmælt at geva Sólbjørg uppgávuna.
Sólbjørg varð vaðd á fólkating á fyrsta sinni á seinasta vali, umboðandi Norðurjútland, har føroyski løgfrøðingurin nú býr.
- Hon kann nakað so sjáldsamt sum at vera óttaleys í almennum kjaki, hon er ikki bangin fyri at verja sjónarmið, sum eru illa dámd, og so klárar hon samstundis av varðveita samhugan, segði Alex Vanopslagh við Ritzau í morgun.
Á fólkatingi hevur Sólbjørg higartil verið talsfólk í arbeiðsmarknaðar- og javnstøðumálum umframt málum, ið viðvíkja Føroyum. Hon varðveitir hesi framsøgumál, nú hon verður høvuðsframsøgufólk hjá flokkinum.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 31. august 2023
Ognirnar hjá Heineken í Russlandi eru seldar fyri eina evru
Niðurlendska bryggjaríið Heineken hevur selt ognir sínar í Russlandi til russiska Arnest Group og steðgar harvið virksemi sítt í landinum, upplýsir bryggjaríið.
Søluprísurin var ein evra - 7,45 krónur. Sølan fer væntandi at hava við sær eitt tap á 300 milliónir evrur - 2,2 milliardir krónur, skrivar Ritzau.
Heineken hevði sjey bryggjarí og 1.800 starvsfólk í Russlandi.
Tað var í mars 2022 at bryggjaríið fór undir tilgongdina at selja virksemið í Russlandi í kjalarvørrinum á innrásini í Ukraina.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 27. august 2023
25 feløg hava søkt um loyvi at leita eftir kolvetnum í búnum økjum á norska landgrunninum
Talan er um oljufeløg, sum longu eru virkin í Noregi og hava tey søkt um loyvi at leita í trimum avmarkaðum økjum á landgrunninum: í Norðsjónum, Norskahavinum og í Barentshavinum.
Økini, sum eru boðin út, liggja í longu búnum umráðum tvs. økjum, sum eru kend og har undirstøðukervi eru nærhendis. Oftani hava slík øki eisini verða boðin út fyrr til leiting men eru latin innaftur. Hetta merkir, at talan er ikki um útbjóðing í sonevndum frontierøkjum, har man ikki hevur havt leitiumfør fyrr.
- Tað er at fegnast um, at tað framvegis er so stórur áhugi fyri at bjóða í einum leitiumfari sum hesum og at feløg eisini vísa øktan áhuga fyri Barentshavinum, sigur Kalmar Ildstad, stjóri fyri loyvismyndugleikanum í Oljudirektoratinum.
Miðjað verður móti at lata loyvini í byrjanini av 2024. Millum feløgini eru øll tey stóru oljufeløgini, sum longu arbeiða á norska landgrunninum. Ein av umsøkjarunum er Longboat Energi, sum varð stovnað av fyrrverandi leiðsluni í Faroe Petroleum nøkur ár herfyri.
Tað hevur stóran týdning fyri at fáa loyvi, at feløg eru tøkniliga væl fyri, at tey hava royndir eins og fíggjarliga styrki skrivar Oljudirektoratið.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 01. september 2023
Liðini, sum skuldu hittast í 2020, í bólki saman í Conference League. Franska Lille er á pappírinum sterkasta liðið í bólki A - slovenska Lublijana er helst besti møguleikin fyri stigum
KÍ kom upp fyrst úr potti 4, tá lutkastið til UEFA Europa Conference League-lutakastið var í gjár.
Úrlslitið varð hetta:
Bólkur A:
LOSC Lille (Frakland)
SK Slovan Bratislava (Slovakia)
NK Olympia Lublijana (Slovenia)
KÍ
Áhugavert er tað serliga, at liðið, sum KÍ kom víðari ímóti uttan dyst í Champions League í 2020, er í bólkinum. KÍ fær helst kaldliga mótsstøðu í slovenska høvuðsstaðnum Bratislava.
Menninir hjá Magna Hoseth skulu eisini til grannalandið Slovenia. NK Olympia Lublijana var í triðja styrkibólki, og er besti ítróttarligi møguleikin á pappírinum.
Franska Lille verður ein stórur biti. Liðið vann franska meistaraheitið í 2021.
Breiðablik og Klæmint Olsen komu í bólk við Gent, Maccabi Tel-Aviv og Zorya Luhansk. Eins og við KÍ, er talan um fyrsta íslendska liðið sum er í einum bólkaspælið.
Fyrsti dysturin í bólkaspælinum, sum verður søguligt fyri føroyskan fótbólt, verður 21. septeber. Bólkaspælið endar mitt í desember.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 01. september 2023
KÍ misti aftur tamarhaldið á dysti móti Sheriff Tiraspol, sum seinni hálvleikur leið, fekk ikki svarað aftur og tapti samanlagt við einum máli
Tiraspol, Transnistria, Moldova (Portalurin) - Tað eydnaðist ikki. Eins og í 2020 gjørdist Europa League bólkaspælið ein óforloystur dreymur, sum endaði við tapi á útivølli í avgerandi play-off dystinum.
Munurin nú er, at Conference League er til, og at KÍ hevur vunnið sær rættin at luttaka í bólkaspælinum í tí kappingini við tveimum samanløgdum sigurin
KÍ hevði annars javnað í 34. minutti, eftir at Sheriff legði seg á odda við bíligum brotssparki - har tað eisini var rangstøða áðrenn - og byrjaði eisini seinna hálvleik betri. Teir í bláum høvdu yvirskot. Tað eydnaðist at halda fast í bóltinum, halda Sheriff burtur og serliga eydnaðist at hótta við deyðbóltunum hjá Árna Frederiksberg. Patrick Da Silva hevði eisini naska roynd eftir vælspælt álop.
Sheriff Tiraspol hótti sjáldan, men sum fráleið tók heimaliðið yvir. KÍ fekk so at siga ikki fatur á bóltinum, og fótfimu mótstøðuleikararnir skaptu trupulleikar fyri heldur moyru KÍ-spælararnar.
Í 74. minutti gekk ikki meira, tá Sheriff fekk ov nógv pláss ymsastaðni. René Shaki Joensen hevur verið darvaður av lærkrikanum og skuldi skiftast út. Síðani kom ein renning innum hann og bólturin afturum hann. René megnaði ikki at fylgja við, og so var 2-1.
KÍ gjørdi eina roynd. Árni Frederiksberg rakti stongina í samband við fríspark(sinnlegg), og í 89. minutti stútaði Heini Vatnsdal hornainnlegg frá Árna beint framvið. KÍ vantaði seinasta yviskotið.
Magne Hoseth og toymi valdu ikki at fara frá trimum í miðverjum fyrrenn í yvirtíðini. Teir fingu heldur ikki skift Páll Andrasson Klettskarð og/ella jokaran Jonn Johannesen inn nakað eftir málið, sum man annars hevði gjørt. Av tí at Vegard Forren gjørdist skaddur í fyrra hálvleiki, og Hallur Hansson kom inn eftir ein stóran tíma, varð bert ein útskiftingssstøðgur eftir (hevur tríggjar umframt hálvleikin). Sivert Gussiås og Mads Boe Mikkelsen stóðu til reiðar, tá málið til 2-1 kom, og pappír og annað vóru farin inn.
Niðurstøðan er, at KÍ aftur framdi eitt sterkt evropeiskt avrik, men at tað júst ikki rakk til meira í play-off umfarinum. Í morgin, fríggjadagin 1. september, verður lutakast til bólkaspælið í Europa League, sum verður søguligt fyri føroyskan fótbólt.
Luc Kassi, málskjútti
Ein nevndarlimur og tveir fjepparar á áskoðaraplássunum í Tiraspol. Frá vinstru Eyðstein Poulsen, Eyðbjørn Andreasen og Jógvan Heinesen
UEFA Europa League Play-off, seinni dysturin
Hósdagin 31.august
Sheriff Tiraspol - KÍ 2-1 (1-1) - 3-2 samanlagt
16' Luvannor (br.) 1-0
34' Luc Kassi (Árni Frederiksberg) 1-1
74' Armel Zohouri 2-1
KÍ (5-4-1/3-4-3): Nils Jonathan Johansson - Jóannes Kalsø Danielsen, Heini Vatnsdal, Odmar Færø, Vegard Forren (20' Børge Petersen), René Shaki Joensen (76' Mads Boe Mikkelsen) - Árni Frederiksberg, Deni Pavlovic (63' Hallur Hansson), Jákup Biskopstø Andreasen (L), Patrick Da Silva - Luc Kassi (76' Sivert Gussiås)
Samrøður eftir dystin:
Shaki: - Upp- og niðurtúrar eru partur av fótbólti
Kassi: - Málið merkir bara ikki so nógv tá vit tapa
Hoseth: - Okkum manglar eitt sindur av orku í dag
Jákup B: - Vit mangla tað allarsíðsta
Magne Hoseth, venjari
Vónbrot við leiklok
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 31. august 2023
KÍ kom aftur á sigurskós við síðsta skotinum í dystinum móti EB/Streymi. HB vendi 1-2 til 4-2 móti AB, meðan B36 at enda vann trygt á TB
Fult umfar var í Betrideildini hjá monnum farna vikuskiftið, og tað gjørdist ein ógvuliga tungur dagur fyri KÍ og HB, ið bæði jagstraðu leingi.
HB legði seg annars á odda tíðliga á Argjum, men AB vísti heilt annað flog og mótstøðuføri enn í seinastu dystunum og svaraði væl aftur.
Tað var 2-1 frá heilt tíðliga í seinna hálvleiki, men so skoraði Jákup Thomsen eitt ógvuliga flott mál í 66. minutti. Fimm minuttir seinni var Adrian Justinussen til reiðar á returbólti, og so var 2-3 á Argjum. Sjeynda málið síðstu tríggjar dystirnar hjá Adrian.
AB hevði havt stóran møguleika beint áðrenn málið og legði seg als ikki. Tó økti HB við heldur tilvildarligum máli í 82. minutti. Ógvuliga súrt hjá AB, ið stríddist væl, men eisini flott av liðnum hjá Jákup Martin Joensen at venda tí. HB hevur bert vunnið eftir summarsteðgin.
Adrian kundi - eins og her - fegnast um fleiri mál og HB-sigur á Argjum (Savnsmynd: Jens Kr. Vang)
KÍ kom bæði á odda 1-0 og 2-1, men EB/Streymur vísti sjálvsálit og dygdir og svaraði aftur móti heldur "ótrygga" heimaliðnum.
Annan heimadystin á rað hevði oddaliðið heldur torført við at umseta stórar møguleikar, og aftur sá tað út til at enda við javnleiki. Fleiri stórir møguleikar vóru, eftir at Bogi Reinert-Petersen hevði javnað eftir flott EB/Streyma-uppspæl.
Tað var tó ikki fyrrenn í 95. minutti, at tað gav úrslit hjá KÍ, sum millum annað hevði sett Árna Frederiksberg og Páll Kletsskarð á vøllin. Tað var eftir hornaspark, at bólturin kom út til Jóannes Kalsø Danielsen. Høgri bakkurin høgdi til, og umvegis eitt bein fór bólturin í málið. Stórur fagnaður og lætti hjá teimum allarflestu við Djúpumýru, tá Jóannes skoraði fyri sættu ferð móti EB/Streymi, og KÍ fekk sín fyrsta sigur í samanalagt fimm dystum.
Í EB/Streyma-leguni var ónøgd við, at spælt varð útyvir teir fýra minuttirnar, sum lagdir vórðu afturat. Víst var tó helst til, at onkur hevði ligið, og teir á útiliðnum høvdu drálað nakað í yvirtíðini.
Í Trongisvági greiddi B36 sína skyldu. Útiliðið skapti nógvar málmøguleikar, og stutt eftir steðgin kom hol á, tá Bjarki Nielsen skoraði. Vongurin skoraði eisini nummar tvey av teimum trimum málunum, ið B36 fekk, og Lukas Giessing fekk seinasta orðið, tá hann skoraði sítt fyrsta mál fyri felagið í Betrideildini. Tað kundi verið heilt stórur dagur fyri havnarfelagið, sum er ósigrað í seks Betrideildar-dystum og hongur væl í, í topp-trý. TB hevur tapt allar sínar fimm dystir eftir steðgin.
B68 hevur nú yvirhálað TB. Esmar Clementsen skoraði einsamalla málið á Dungasandi - eitt dreymamál við hælinum - har B68 fekk ógvuliga týdningarmiklan sigur á 07 Vestur, sum misti stórt fet í mun til Víking. Steypavinnararnir vunnu stórt í Fuglafirði, har Sølvi Vatnhamar skoraði heili fýra mál.
Betrideildin 20. umfar
Sunnudagin 27. august
AB - HB 2-4 (1-1)
08' Adrian Rúnason Justinussen 0-1
17' Marius Kryger Lindh 1-1
47' Brian Jakobsen 2-1
66' Jákup Thomsen (Ári Mohr Jónsson) 2-2
71' Adrian Justinussen 2-3
82' Mattias Præst Nielsen 2-4
KÍ - EB/Streymur 3-2 (2-1)
03' Odmar Færø (Mads Boe Mikkelsen) 1-0
08' Gutti Dahl-Olsen (Bogi Reinert-Petersen) 1-1
35' Sivert Gussiås (Jóannes Kalsø Danielsen) 2-1
55' Bogi Reinert-Petersen (Bergur Poulsen) 2-2
90 (+5)' Jóannes Kalsø Danielsen 3-2
TB - B36 0-3 (0-0)
49' Bjarki Nielsen (Símun Sólheim) 0-1
67' Bjarki Nielsen (Valerijs Sabala) 0-2
78' Lukas Giessing 0-3
07 Vestur - B68 0-1 (0-0)
89' Esmar Clementsen (Alex Mellemgaard) 0-1
ÍF - Víkingur 1-7 (1-4)
7' Aron Jarnskor Ellingsgaard 0-1
15' Finnur Justinussen 0-2
18' Hans Jákup Lervig (Gundur Ellingsgaard Petersen) 1-2
34' Sølvi Vatnhamar (Olaf Bárðarson) 1-3
45' Sølvi Vatnhamar (Geza David Turi) 1-4
68' Sølvi Vatnhamar (Aron Jarnskor Ellingsgaard) 1-5
72' Martin Klein Joensen (Ari Olsen) 1-6
88' Sølvi Vatnhamar (Olaf Bárðarson) 1-7
Áðrenn farið verður í landsliðssteðg verða fýra dystir í Betrideildini spældir:
Hóskvøldið 31. august:
07 Vestur - EB/Streymur 1-1 (0-1)
34' Bergur Poulsen (Filip Djordjevic) 0-1
90' Magnus Holm Jacobsen (br.)
B68 - TB 1-1 (0-0)
58' Jørgen Nielsen (Boubacar Dabo) 1-0
89' Rógvi Joensen 1-1
Fríggjakvøldið 1. september
Víkingur - AB 5-0 (2-0)
25' Martin Klein Joensen (Sølvi Vatnhamar) 1-0
30 Martin Klein Joensen (Olaf Bárðarson) 2-0
71' Martin Klein Joensen (Sølvi Vatnhamar) 3-0
76' Jákup Johansen (Finnur Justinussen) 4-0
80' Jákup Johansen (Olaf Bárðarson) 5-0
Í dag klokkan 18 spæla B36 og ÍF
Síðsti dystur í 21. umfari, millum oddaliðini HB og KÍ, er útsettur til 15. september
1. KÍ 52 stig (19 dystir)
2. HB 47 stig (20)
3. B36 46 stig (20)
4. Víkingur 42 stig (21)
5. 07 Vestur 31 stig (21)
6. EB/Streymur 20 stig (20)
7. B68 18 stig (21)
8. TB 16 stig (21)
9. ÍF 12 stig (20)
10. AB 10 stig (21)
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 27. august 2023
Ongin landsliðsvenjari hevur havt so góð úrslit við liðnum, sum Håkan Ericson, sigur FSF-forsetin. Tí var tað ein samd nevnd, sum mælti til at leingja sáttmálan
- Vit hava verið sera væl nøgd við arbeiðið, sum Håkan Ericson hevur gjørt við føroyska landsliðnum. Tað er eydnast honum at professionalisera landsliðsarbeiðið, og hann hevur fingið góð úrslit við landsliðnum, bæði við at vinna bólk D í Nations League í 2020 og at varðveita plássið í C bólkinum í 2022.
- Tí hevur ein samd nevnd hjá fótbóltssambandinum gjørt av at leingja samstarvið við tveimum árum.
Soleiðis segði Christian Andreasen, FSF-forseti, á tíðindafundi í morgun, tá teir báðir skrivaður undir nýggja sáttmálan við landsliðsvenjaranum.
FSF-formaðurin vísir á, at tað neyvan er nakar landsliðsvenjari, sum hevur havt so góð úrslit, sum Håkan Ericson hevur havt. Undir hansara leiðslu hevur liðið spælt 34 dystir og fingið stig í helminginum av dystinum. Átta dystir eru vunnir og í níggju dystum, hevur føroyska landsliðið fingið javnleik.
Hoyr samrøðu við Håkan Ericsson
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 28. august 2023
Fýra ár er ikki long tíð, og at fara at leita eftir nýggjum landsliðsvenjara nú hevði skapt órógv. Vit halda at gongdin er góð, sigur Christian Andreasen, FSF-forseti
- Vit vilja hava frið rundan um landsliðið, so tað fær møguleika at menna seg. Og vit halda at tað er ein góð gongd í løtuni, sigur Christian Andreasen, FSF-forseti.
Fótbóltssamband Føroya og Håkan Ericson hava í morgun undirskrivað sáttmála um at leingja samstarva tvey ár afturat.
Hoyr samrøðu við FSF-forsetan her
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 28. august 2023
Andrias Edmundsson og Pætur Petersen eru aftur, í mun til í summar. Hanus Sørensen, Petur Knudsen, Rógvi Baldvinsson umfamt Teitur Gestsson eru ikki á listanum
Håkan Ericson kunngjørdi í vikuni hópin til tveir teir næstu A-landsdystirnar. Talan er um EM-undankappingardystir á útivølli móti Polandi og heimadyst móti Moldova.
Í fyrstu syftu eru 22 spælarar úttiknir - millum annað seks miðverjar. Har eru ikki stórar broytingar í hópinum. Hanus Sørensen og Petur Knudsen eru millum teir, sum ikki eru við hesaferð. Teir byrjaðu hvør sín dyst seinast.
Sambært landsliðsvenjaranum er ein møguleiki fyri, at Hanus verður tøkur. Høgri bakkurin spældi ikki við í dystinum hjá HB varna vikuskiftið, og spurningurin er, hvussu skaðin háttar seg næstu vikuna. Teitur Matras Gestsson er ávegis aftur í venjing eftir skaða, og kann gerast tann triðji málverjin, staðfestir Håkan Ericson. Neyðugt er at hava tríggjar málverjar til dystirnar.
Petur Knudsen er júst byrjaður eina tilveru í USA - í næstbestu deildini - men hevur ikki øll loyvini upp á pláss. Hann hevur ikki spælt kappingardyst síðani dystin móti Kekkia 17. juni.
Petur Knudsen var við aftur í summar - men er valdur frá hesa ferð. Hetta m.a. orsakað manglandi dystarvenjing (Mynd: Sverri Egholm)
Mads Boe Mikkelsen skoraði í Moldova í mars, og var úttikin síðst men noyddist at geva avboð. Hann hevur verið skaðaplágaður seinastu mánaðirnar - tað hevur Rógvi Baldvinsson eisini verið seinastu tíðina. Hann var tó á vøllinum aftur fyri Bryne sunnudagin. Hørður Askham varð ikki úttikin í fyrstu syftu síðst, men avloysti Mads. Nú er miðverjin "við frá byrjan". Hann hevur skift frá HB til danska AB.
Andrias Edmundsson og Pætur Petersen vóru báðir á A-landsliðnum á fyrsta sinni síðst í november, og vóru eisini við í mars. Í juni sótu miðverjin og álopskendi spælarin heima.
Andrias hevur nú funnið nýtt felag - í triðbestu pólsku deildini - og Pætur hevur spælt meira í KA og millum annað skorað flott mál í Conference League móti Club Brügge.
Hópurin til dystirnar móti Polandi (7. september) og Moldova (10. septbember)
Málverjar:
Mattias Lamhauge, B36
Bárður á Reynatrøð, Víkingur
Verjuspælarar
Gilli Rólantsson Sørensen, TB
Viljormur Davidsen, HB
Ári Mohr Jónsson, HB
Odmar Færø, KÍ
Heini Vatnsdal, KÍ
Sonni Ragnar Nattestad, B36
Hørður Askham, AB (DK)
Andras Edmundsson MKS Chojniczanka (POL)
Gunnar Vatnhamar, Víkingur Reykjavík (ÍSL)
Miðvallarar:
Jákup Biskopstø Andreasen, KÍ
René Shaki Joensen, KÍ
Jóannes Bjartalíð, Fredrikstad (NOR)
Brandur Hendriksson Olsen, Fredrikstad (NOR)
Sølvi Vatnhamar, Víkingur
Andrass Johansen, B36
Hannes Agnarsson, B36
Áleyparar:
Stefan Radosavljevic, Sligo Rovers (ÍRL)
Jóan Símun Edmundsson, S.K.Beveren (BEL)
Klæmint Andrasson Olsen, Breiðablik (ÍSL)
Pætur Petersen, KA Akureyri (ÍSL)
Teitur tøkur
Fríggjadagin boðaði FSF so frá tveimum spælarum, sum eru lagdir aftur at landsliðshópinum.
Tað vísir seg, at málmaðurin hjá HB, Teitur Gestsson hevur meldað seg kláran til landsliðsferðina.
Samstundis er ein annar HB'ari, sum ikki er klárur. Tað er bakkurin Hanus Sørensen. Ístaðin kemur Jóannes Kalsø Danielsen úr KÍ við í landsliðshópin.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 28. august 2023
Fáar broytingar, men umráðandi spælarar mangla hjá Eyðuni Klakstein og Atla Gregersen. Ein útidystir og ein heimadystur á skránni henda mánaðin
U21-landsliðið setti hol á EM-undankappingina í juni við 2-2 javnleiki móti Andorra. Í september snýr tað seg um Hvítarussland á útivølli (7. september) og síðani Kroatia í Klaksvík (12. september).
Rasmus Nilsson úr donskum fótbólti avloysir Jóannes Davidsen sum eykamálverji, og bakkarnir Bergur Poulsen og Ási Dam, ið gera tað ógvuliga vælí Betrideildini í løtuni, eru nýggir í hópinum.
Martin Agnarsson hevur aftur brotið østbeinið, og er skurðviðgjørdur. Bakkurin í Viborg hevði kunnað givið nakað eyka - Samuel Johansen Chukwudi hevði eisini verið ógvuliga góður at havt til miðverjuna. HB-spælarin er framvegis skaddur.
Annars er talan um ein spennandi hóp, ið sæst niðanfyri.
Málverjar:
Ari í Haraldsstovu Petersen, 07 Vestur
Rasmus Nilsson, BK Frem (Danmark)
Verjuspælarar:
Áki Johannesen, B68
Børge Petersen, KÍ
Signar á Brúnni, Víkingur
Bergur Poulsen, EB/Streymur
Ási Dam, 07 Vestur
Jákup Vilhelmsen, KÍ
Elias Rusborg, Hvidovre IF (DK)
Miðvallarar:
Noah Hans Mneney, Bryne BK (NO)
Gullbrandur Øregaard, Sandnes ULF (NO)
Heini Fossdalsá Sørensen, FC Midtjylland (DK) - á veg í nýtt felag
Aron Jarnskor Ellingsgaard, Víkingur
Jónas Warner, B71
Áleyparar og vengur:
Jens Erik Bruhn, TB
Áki Samuelsen, HB
Olaf Bárðarson, Víkingur
Jørgen Nielsen, B68
Gutti Dahl-Olsen, EB/Streymur
Poul Kallsberg, Víkingur
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 28. august 2023
Kristin Dam Ziska, varaaðalskrivari hjá FSF, var hægsti UEFA myndugleiki til avgerandi Champions League-dystin í Parkini í Keypmannahavn
Dysturin í Parkini mikukvøldið, var seinni play-off dysturin áðrenn bólkaspælið í Champions Leauge, og sostatt sera avgerðandi.
Í hesum toppdystinum var tað føroyingurin, Kristin Dam Ziska, ið var hægsti UEFA myndugleiki. Undan dystum, er uppgávan hjá UEFA at syrgja fyri, at alt gongur rætt fyri seg. Allir reglar skulu virðast, soleiðis at dystirnir fara trygt fram. Hetta er fyri at tryggja trygdina hjá leikarunum.
UEFA hevur ein týðandi leiklut í slíkum toppdystum, og tískil er tað ógvuliga flott av Kristini at vera oddamaður hjá teimum.
Fótbóltsliðið úr Keypmannahavn FCK, tók ímóti pólska liðnum Raków Czestochowa. Fyrri dysturin bleiv spældur á útivølli í Polandi síðsta mikudag, og endaði 1-0 til FCK. 1-1 javnleikurin í Parkini hesa vikuna, var sostatt nóg mikið, til at senda FCK víðari til bólkaspælið í Champions League.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 31. august 2023
Verjuspælarin prikaði bóltin í málið í 95. minutti, tá Akedemisk Boldklub spældi javnt móti FA 2000
Í summari skifti Hørður Askham úr HB til danska AB. 28-ára gamli miðverjin hevur higartil spælt og byrjaði inni í trimum av fýra dystum hjá Akademisk Boldkblub.
Farna fríggjakvøld bjargaði hann AB eitt stig á útivølli móti FA 2000 í 4. umfari í 2. Division. AB legði seg á odda longu í 7. minutti, men í 67. og 75. minutti skoraði heimaliðið, og so var 2-1.
Síðani varð eitt stórt trýst lagt á málið hjá FA, og í yvirtíðini kundu teir í grønum og hvítum fegnast á leikvøllinum á Frederiksberg. Eftir hornaspark kom bólturin útfrá aftur og síðani inn í FA-brotsteigin aftur. Har stútaði AB-spælari bóltin víðari, og beint uttanfyri málteigin kastaði Hørður Askham seg fram og prikaði bóltin framvið málverjanum, ið kastaði seg fram móti bóltinum.
Fyrsta málið hjá Hørði í donskum fótbólti. Við 2-2 javnleikinum er AB á 6. plássið av teimum tólv liðunum í triðbestu donsku deildini og hevur seks stig fyri fýra dystir.
Hørður og hinir ósigraðu taka hetta vikuskiftið móti oddaliðnum Esbjerg í Gladsaxe.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 26. august 2023
18-ára gomlu Tobias og Emil Elmelund Hansen hava gjørt vart við seg í U17 og nú í 1. deild
Tobias og Emil Elmelund Hansen eru 18 ára gamlir og tvíburar. Báðir vóru á U17 liðnum, ið vann greipuna í fjør.
Í ár hava báðir verið fastur partur av 1. deildarhópinum og vant nakrar ferðir um vikuna við Betri hópinum.
Nú hava teir skrivað undir sáttmálar, sum eru galdandi til og við 2025.
Emil er verjuleikari, ið er væl bygdur, ógvuliga sterkur í duelspælinum og eisini í skipaða spælinum.
Tobias er álopskendur spælari, ið hevur góða ferð og øgiliga orku. Hann er eisini skrásettur fyri seks mál og hevur eisini nøkur upplegg í 1. deild í ár.
- Hettar eru tveir ungir dreingir, ið hava arbeitt hart fyri at koma har teir eru komnir, tí hava teir uppiborið at blíva partur av hópinum, sigur Dan Brimsvík, høvuðsvenjari hjá B36.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 31. august 2023
Tey bæði finaluliðini í steypakappingini hjá kvinnum hava víst stóra styrki á vegnum til Tórsvøll, sum verður karmur um finaluna
Tey hava bæði verið sannførandi á leiðini til finaluna í steypakappingini 2023, og við stórum sigrum í hálvfinalunum báðum hava NSÍ og KÍ tryggjað sær pláss í finaluni, sum verður spæld 7. oktober.
NSÍ byrjaði ársins steypakapping við einum trivaligum 4-0 sigri á 07 Vestur í fjórðingsfinaluni, og í hálvfinaluni slógu tær Víking út við samanlagt 9-1 í tveimum dystum. Fyrra hálvfinalan endaði 4-1 til vespurnar, og í seinnu hálvfinaluni gjørdu tær arbeiðið væl og virðiliga liðugt við at vinna heili 5-0 í Sarpugerði.
Leiðin hjá KÍ til finaluna hevur varað ein dyst longri, tí meistararnir fyrst skuldu spæla innleiðandi umfar móti 1. deildarliðnum ÍF. Tann dysturin endaði við 12-0 sigri til klaksvíkskvinnur, sum síðan møttu hinum finaluliðnum frá 2022, HB, í fjórðingsfinaluni.
Her gjørdist talan um truplasta dystin hjá teimum kongabláu higartil í steypakappingini, og einasta málið í dystinum kom ikki fyrr enn miðskeiðis í seinna hálvleiki, tá Tóra Mohr sendi KÍ í hálvfinaluna, har B36 bíðaði.
Hóast árstalsfelagið fleiri ferðir í ár hevur bjóðað KÍ væl av í landskappingini, so hevur oddaliðið spælt tvær ósvikaligar hálvfinalur, sum samanlagt endaðu 10-1 til KÍ. Fyrri dysturin í Klaksvík endaði 5-0, og í gjárkvøldið varð lagt afturat við 5-1 sigri í Gundadali.
Steypafinalan 2023 stendur sostatt millum oddaliðið, sum eisini longu hevur tryggjað sær meistaraheitið og nummar tvey í landskappingini, og lagt er tí upp til eitt spennandi brak á Tórsvølli leygardagin 7. oktober.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 30. august 2023
U15-genturnar taptu seinasta dystin í Litava stórt. - Vit høvdu møguleikan at vinna kappingina, men tóku tíverri ikki av, sigur venjarin, ið tó er nøgdur við haildaravrikið
- Hetta var ein góð og mennandi kapping. Gamaní taptu vit stórt í síðsta dystinum, men tá royndu vit eisini ymiskt í okkara spælstíli, sum nokk ikki riggaði so væl. Men genturnar tordu at spæla fótbólt, og tær stríddust væl
Hetta sigur Sigtór Petersen, høvuðsvenjari hjá U15-landsliðnum við gentum, við heimasíðuna hjá Fótbóltssamband Føroya.
Sigtór Petersen, høvuðsvenjari, og Maibritt Olsen, hjálparvenjari (Mynd Bára Joensen/FSF)
(Mynd Bára Joensen/FSF)
Við einum sigri, einum javnleiki og einum tapi, endaðu U15-genturnar á 3. plássi í ársins Baltic Cup 2023, sum var í Litava í síðstu viku. Lettland og Litava endaðu bæði við 5 stigum, Føroyar fingu 4 stig, meðan Estland fekk 1 stig.
Stóri spælarin hjá Føroyum var Sigrið Hansdóttir, ið skoraði fimm av teimum átta málunum, ið føroyska liðið fekk. Kára Sigurðsson skoraði tvey mál, og Sara Benjaminsen gjørdi eitt. Serliga var dysturin móti Estlandi fríggjadagin, har Føroyar skoraðu fimm mál, góður.
– Vit fara altíð á vøllin fyri at vinna, og tann hugburðin mugu og eiga vit eisini altíð at hava. Líkamikið hvørjum vit møta. Men tá tað er sagt, so er tað ikki altíð tað viktigasta. So sum heild eri eg sera væl nøgdur. Vit høvdu møguleikan at vinna kappingina, men tóku tíverri ikki av, sigur Sigtór Petersen við heimasíðuna hjá FSF.
(Myndir: Bára Joensen/fsf.fo)
Úrslit / Baltic Cup 2023
Føroyar – Litava 3-3
Lettland – Estland 1-1
Føroyar – Estland 5-2
Lettland – Litava 1-1
Føroyar – Lettland 0-5
Litava – Estland 3-1
Tað næsta á skránni hjá U15-gentunum er UEFA menningarkapping, sum verður í Albania frá 25. september til 3. oktober.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 29. august 2023
Hevur gjørt sáttmála við KRS Topphåndball, sum er felagið hjá Helga Hoydal í Noregi
Evnaríki ungi hondbóltsspælarin av Strondum, Bjarni í Selvindi, fer komandi kappingarár at vísa síni kynstur í bestu norsku hondbóltsdeildini.
Hann gerst liðfelagið hjá Helga Hoydal og Tróndi Mikkelsen í KRS Topphåndball í Kristiansand.
Felagið spældi farna vikuskiftið tveir venjingardystir móti Sandnes, og her fekk Bjarni í Selvindi høvi at vísa sínar dygdir fyri venjarunum Victor Skillhammar og Robin Rosander Haugsgjerd, skrivar felagið á Facebook.
Fyrr í summar varð kunngjørt, at landsliðsleikarin Tróndur Mikkelsen flutti til KRS Topphåndball. Hann kom frá Ryger í Stavanger.
KRS Topphåndball spælir sín fyrsta dyst hetta kappingarárið leygardagin á útivølli móti Fjellhammer IL.
Farna kappingarár spældi Pauli Mittún við KRS Topphåndball. Hann er nú farin til Danmarkar, har hann spælir við Team Sydhavsøerne.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 31. august 2023
Fyrsti dystur á heimavølli í Kiel eydnaðist væl hjá Eliasi Ellefsen á Skipagøtu. Millum annað skoraði hann til endaliga úrslitið 41-30
THW Kiel vann eisini sannførandi í 2. umfari í Bundesliguni. Eliasi Ellefsen á Skipagøtu byrjaði sum spælskipari hjá týsku meistarunum, ið løgdu út sum eitt óløgi og vóru á odda 11-3 eftir ellviu minuttir. Verja og álop hingu bara saman, og sigurin kom ongantíð í vanda, hóast Gummersbach einaferð í 2. hálvleiki minkaði niður í trý mál.
Elias var við til at fáa rútmu í spælið. Hann spældi ikki allatíðina, men sum heimasíðan hjá Kiel skrivaði, so endaði 21-ára gamli hoyvíkingurin heilt væl og skoraði seinasta málið í dystinum.
Hetta var til 41-30. Elias á Skipagøtu skoraði tvey mál í sínum fyrsta heimadysti í Wunderino Arena frammanfyri 10.000 áskoðarum, og legði upp til fleiri onnur. Svenski stórskjúttin, Eric Johansson, gjørdist aftur toppskjútti við átta málum.
Fult stigatal higartil til Kiel, sum spælir longu aftur í morgin. Tað verður eisini á heimavølli - móti HSG Wetzlar.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 01. september 2023
H71 og Kyndil spæla kvinnudystin og H71 og VÍF mansdystin. Dystirnir um Lionsbikarini verða sunnudagin 15 og 17 á Hálsi
Sunnudagin eru dystirnir um Lionsbikarið hjá kvinnum og monnum í hondbólti, og ágóðin hesaferð verður latin Beranum.
Dystirnir um Lionsbikarið eru hjá kvinnum klokkan 15 millum H71 og Kyndil, og hjá monnum klokkan 17 millum H71 og VÍF, báðir í ítróttarhøllini á Hálsi í Havn.
Hondbóltssamband Føroya og Lions Club í Føroyum samstarva um dystirnar, og ágóðin verður sum vant latin einum vælgerandi endamáli.
Sum gjørt hevur verið seinnu árini, verður ágóðin frá stórsteypadystunum í fótbólti eisini taldur við, so ein størri upphædd kann handast.
Hesaferð verður tað Berin, ið fær ágóðan frá dystunum um Lionsbikarið í hondbólti og so aftur stórsteypadystunum í fótbólti, tá ið teir verða spældir til várs.
Berin er til teirra, ið hava mist ella hava álvarsliga sjúkt foreldur ella systkin, og til teirra, sum hava mist barn.
– Tá eitt foreldur, systkin ella barn gerst sjúkt ella doyr, elvir tað ofta til stórar, svárar broytingar í gerandisdegnum, siga tey í Beranum.
Tey geva børnum, ungum, foreldrum ella umsorganarpersónum tilboð um bólkar, ráðgevandi samrøður og sálarfrøðiliga viðgerð.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 29. august 2023
Ítróttasamband Føroya hevur sett Katrina Dam á Neystabø í fast starv sum ítróttaráðgeva við høvuðsábyrgd fyri breiddarítrótt
- Felagsskapurin er eitt av aðalendamálunum við ítróttini, og tí fer ÍSF nú at styrkja enn meira um breiddarítróttina. Í hesum sambandi hava vit sett Katrina Dam á Neystabø í fast starv, og hon fer at standa fyri hesi uppgávuni, sigur Elin H. Joensen, forseti í ÍSF.
- Koronatíðarskeiðið vísti okkum ovurstóra týdningin av felagsskapinum, og hevði hetta stóra ávirkan á strategiiarbeiði 2022-2026, sigur Elin H. Joensen.
Í 2022-2026 strategiini hjá ÍSF undir heitinum “Í felag fram ímóti felags málum”, stendur um felagsskapin:
“Felagsskapurin er grundarlagið undir allari skipaðari ítrótt. Í felagsskapinum verða vit knýtt saman, hildin uppi og hildin til. Her verða vit stuðlað og ment, og her samgleðast vit um stórar og smáar sigrar. Felagsskapurin er størsta styrki okkara og fortreytin fyri góðum úrslitum.”
Katrin Dam á Neystabø hevur seinastu tvey árini verið í verkætlanarstarvið hjá ÍSF, har hon hevur arbeitt við breiddarítrótt, samsvarandi 2022-2026 strategiini hjá ÍSF. Ein av hesum verkætlanum er Skúlaleikir, sum hava slagorðið “felagsskapur og rørslugleði fyri øll”.
Verkætlanin hevur koyrt seinastu tvey árini í 4., 5. og 6. flokki í skúlunum kring Føroyar, og afturmeldingarnar hava verið sera góðar. Í ár er verkætlanin víðkað við rørsluátakinum PULS á Glasi. Eydnast verkætlanin sum ætlað, fáa hinir miðnámsskúlarnir í boði at verða við næsta skúlaár. Afturat hesum er eisini ætlanin, at seta fokus á rørsluátøk innan dagstovnaøkið í nærmastu framtíð.
Katrin Dam á Neystabø umboðar eisini ÍSF í umráðandi barnaverkætlanini, sum Barna- og útbúgvingarmálaráðið, Heilsumálaráðið, Almanna- og mentamálaráðið, Løgmálaráðið og Kommunufelagið standa fyri.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 29. august 2023
Nýggjur hestur vann tvíspor vaksin um vikuskiftið – Grani vann á degnum, men Ása Bárðardóttir gjørdist yngsti FM vinnari nakrantíð
Eisini tann seinasta kappríðingin í ár gjørdist spennandi. Fimm kappingar hava verið og í tvíspor fyri vaksin vóru fýra ymiskir vinnarar.
Silfa og Ása Bárðardóttir vóru tær einastu, ið vunnu tvær kappingar. Tær gjørdust eisini uppibornir FM vinnarar. Tískil verður tað Ása Bárðardóttir, sum fer at ganga fremst í ólavsøkuskrúðgonguni næsta ár – hon er eisini yngsti vinnari av FM í tvíspor í søguni.
Kappingina í Vágum var tað tó Grani og Hallur Hansen ið vunnu, tað var minni enn eitt sekund á muni millum nummar eitt og nummar sjey, tað er sera sjáldsamt tað hendir. So hetta var virðiligur endi á einum sera spennandi kappingarárið.
Grani er nýggjur í kappríðing, men hevur verið sannførandi tær seinastu kappingarnar, so har er helst okkurt spennandi í væntu. Nummar tvey í Vágum vóru Óðin og Silja G. Eystberg og nummar trý var føroyameistarin Silfa og Ása Bárðardóttir.
Tøltkappingina vunnu Brynjar og Regin Johannesen, skeið var vunnið av Orku og Ranju H. Djurhuus – Strákur hjá Bárði Johannessen gjørdist FM vinnari í tølt og Syrpa hjá sama Bárði Johannessen vann FM í skeið. Travkappingina vunnu Grettir og Yrsa H. Djurhuus, tey gjørdist eisini føroyameistarar.
Bárður er pápi Ásu Bárðardóttir, ið vann FM í tvíspor vaksin, so har endaði trý FM-heiti í sama húsi.
Kappingin í tvíspor fyri ung vara sera sjáldsom. Tríggjar systrar endaðu á sigurspallinum, Ranja H. Djurhuus vann við Sirkill, tey vunnu eisini FM, Eyðdis H. Djurhuus gjørdist nummar tvey á Grettir Reyða og Yrsa H. Djurhuus nummar trý við Stormi – hetta man eisini vera søga í føroyskari kappríðing.
Tvíspor II flokk vann Hans Pauli Polsen á Tindi, har er eingin føroyameistari.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 28. august 2023
Í sambandi við ætlanini um at endurstovna talvfelagið á Strondum, varð skipað fyri kunningarfundi 16. august – serliga er tað barnaarbeiði, sum ætlanin er at leggja dent á
Nú hava tey aftur fingið talvfelag á Strondum.
Stranda talvfelag varð stovnað í 1972, og felagið var virkið í fleiri ár, men so steðgaði virksemið vegna vantandi undirtøku, og felagið varð avtikið. Men 16. august varð felagið endurstovnað.
Skipað var fyri kunningarfundi í sambandi við ætlanina um at endurstovna felagið, og nakað av fólki, bæði børn og vaksin, møttu upp, skrivar Sjóvar kommuna.
Petur Meinhard Magnussen, sum hevur arbeitt við at endurstovna felagið, greiddi frá um hansara hugsan um felagið, og hvussu tað væntandi fór at virka.
Serliga er tað barnaarbeiði, sum ætlanin er at leggja stóran dent á, har tey verða upplærd, og fáa regluligar venjingar. Eisini verða venjingar fyri vaksin, og er ætlanin at melda eitt lið til liðkappingarnar.
Fólk vóru sera jalig fyri hugskotinum, og at fáa talvfelag aftur til Strendur, og á fundinum tóku fólk undir við at stovna Stranda talvfelag. Tað gekk bara ein lítil løta, so høvdu fimm fólk teknað seg til at sita í nevndini fyri talvfelagið, skrivar Sjóvar kommuna.
Stranda talvfelag er nú endurstovnað, og hevur nevndin nú haft sín fyrsta fund, og hava tey skipað seg soleiðis:
Eisini hevur nevndin tikið avgerð, um at melda eitt lið til liðkappingina. Stranda talvfelag kemur at hava venjingar í Stranda skúla.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 26. august 2023
Leygarkvøldið skipaði Vestmanna kommuna saman við Sprotanum fyri fagnaðartiltaki fyri Martini Joensen, nú hann rundaði tey 70 árini. Her er røðan sum Sirið Stenberg, landstýriskvinna bar fram
Leygarkvøldið skipaði Vestmanna kommuna saman við Sprotanum fyri fagnaðartiltaki fyri Martini Joensen, nú hann rundar tey 70 árini.
Til høvið var Sirið Stenberg, landsstýriskvinna boðin við og bar hon fram røðu fyri Martini. Landsstýriskvinnan segði millum annað:
Føroyska samfelagið hevur stóran tørv á vit- og andsbornum listafólki. Hetta er ein treyt skulu vit framhaldandi vera eitt gott land at búgva í. Av og á eiga vit at seta okkum spurningin um, hvørji spor vit vilja leggja eftir okkum. Tað tú leggur eftir teg tað savnar, tað kveikir, tað fær fólk at reflektera, tað gevur gleði, samanhald, troyst og vón. Vit vera meira tilvitað og betri menniskju, og góð menniskju byggja gott land. Hinvegin so dugir tú eisini tað stuttliga og tað er sanniliga týdningarmikið. Humor, ella látur, er lívsneyðugur og stytsti vegur millum menniskju siga tey.
Niðanfyri ber til at lesa røðuna.
----------
Góði Martin og øll tíni, og góðu øll, sum eru her í kvøld at heiðra og fagna okkara alra Martin. Martin, sum øll kenna og hava tikið til sín. Øll vilja eiga teg Martin, og tað er í sjálvum sær ein heiður. Man kundi sagt, at tú av hesum verður smátt býttur, men soleiðis er ikki. Tvørturímóti ert tú heilur og ektaður. Soleiðis er við tí, sum er gott. Tað verður bert enn betri, um fleiri vilja eiga, taka lut og fjálga um.
Eg var skjót at siga ja, tá ið eg bleiv spurd, um eg kundi bera Martini eina heilsan, nú Vestmanna kommuna og Sprotin skipa fyri fagnaðarløtu at heiðra bygdasonin og listamannin, Martin Joensen. Eg takki so hjartaliga fyri heiðurin at vera við til hesa hátíðarløtu. Hetta er ein stór løta.
Sjálvt um vit bæði ikki kennast persónliga, so er tað sum eg kenni teg gjøgnum alt tað góða tú leggur eftir teg. Orð, løg, tekningar og málningar. Hesi eru ikki bara orð, nótar og strikur, men musikkur, kenslur og hjartablóð. Heiltstoypt list, sum rørir, fangar og fær latið upp til innara heila og hjartarúmini.
Eg megni ikki at siga hvat listin er, men heldur, hvussu eg sum mentanar-og listanjótari lystiliga leski mær av tí lívsskál, sum mentanin og listin er, og hvussu eg upplivi tað. Og her hevur tú so ríkiliga lagt í skálina.
Tað var, tá ið eg var skúlagenta í Vági í 80-unum, at eg fyrstu ferð frætti um fantastiska orkestrið Vestmenn og Martin Joensen. Eg haldi enn, at tit eru líka fantastiskir. Tá var tað næstan sum ein kollvelting. Allar vinkonurnar fóru beina kós í Radiohandilin hjá Jaspuri og keyptu kasettubandið. Tað var í hvørjum bili og í hvørjum húsi. Allastaðni. Eg fann mær eitt skrivihefti við dupultum reglum og skrivaði sangirnar av. Lærdi meg teir uttanat. Og so sungu vit, vinkonurnar av hjarta, meðan bandupptakarin var for frá. Dansaðu og nutu lívið. Tað stuttliga, ella tað mest sigandi er, at sangirnar enn liva sítt fríska lív, og nú upplivi eg, at míni børn sita við klaveri og gittara og syngja og spæla júst somu sangir. Soleiðis verða sangirnar partur av lívsins ringrás, tíðarleysir og ævigir.
Tað sum altíð hugtekur meg er menniskjað. Hvør er menniskjan, sum kann skapa so vakra og góða list á so mongum mótum. Tí havi eg forvitnast eitt sindur um teg.
Tað er mær fortalt, at tú góði Martin er lítið broyttur gjøgnum lívið. Tú ert tann sami, bert búnaður við árunum bæði á listarligu og menniskjaligu lívsleiðini. At tú heilt frá tú vart smádrongur í Vestmanna teknaði, málaði og klimpraði á gittarin. At tú vart sera gávuríkur í skúlanum, serliga málsliga. Og longu sum skúladreingir spældu tit í orkestri.
Tað var áhugavert at hoyra samrøðuna millum teg og Suna Merkisstein á Reinsarínum fyrrakvøldið. Har greiddi tú frá, hvussu tað var at fara úr Vestmanna og í Hoydalar á studentaskúla, og at tað var ein kollveltandi broyting. Sum at fara í annað land. Tað kensluna kenna vit bygdafólk væl. Mong hava upplivað lopið av bygd til Havnina størri enn lopið úr Føroyum og av landinum.
Eisini vísti samrøðan, at tú hevur góðan humor og sjálvsironi. Tá ið tosað varð um hvussu nógv tú hevur gjørt, svaraði tú við einum smíli, at tú onkuntíð, soleiðis av óvart hevði googlað navnið Martin Joensen og, hvussu nógv kom fram. Vinirnir hjá tær siga, at tú ert stuttligur, og at fólk trívast saman við tær.
Meðan tú gekk í Hoydølum spældu tit, vestmannadreingir, til dans til eina jólaveitslu. Tað gekk onki serligt við musikkinum. Tað ljóðaði illa, og tit kendu tað, sum tit høvdu gjørt tykkum fyri skommum. Men knappliga tá stóð hon- kvinnan í tínum lívið - frammanfyri pallin, og tú bleivst forelskaður. Seinni blivu tit gift bæði og eru tað enn. Og saman hava tit skapt familju. Gjøgnum tað tú skrivar og syngur, sær man eisini hvussu stóran týdning konan hevur havt fyri teg. Í frálíku bókini “Lat meg goyma teg” byrjar bókin eisini við eini tøkk til konuna. Síðan kemur ein long takkarrøð til tíni nærmastu, mammuna, sálarfrændar, álitisfólk, vinir, starvsfelagar og at enda ein tøkk til Timburmannin í Nasaret fyri ljós, litir, tónar og vónir.
Tú takkar øllum og í kvøld bera vit tær tøkkina aftur. Tað er nakað um, at man fær tað aftur, sum man gevur. Nú takka vit tær fyri ljós, litir, tónar og vónir.
Tað hevur stóran týdning at hátíðarhalda stórar løtur í lívinum, og at fáa dokumenterað og skrivað tað niður, sum verður gjørt. Ættarlið og menniskjan eru farandi, men tað skrivaða, teknaða, og málaða verður varandi. Tey vera varandi varðar um søgu okkara, og mið til ókomin ættarlið at stevna fram á leið eftir. Tí er tað so dýrabart, at Sprotin gevur tað út, sum tú hevur yrkt. At tað verður fest á blað, við nótum, so bæði samtíð og eftirtíðin eisini kann fáa lut í sangskattinum. Niðurskrivaða blaðið verður okkara kollektiva minni og tað sum ber boðini millum ættarlið. Tí fari eg eisini at loyva mær takka Sprotanum og Jonhard Mikkelsen, og øllum sum skriva, fyri ótroyttiliga at tryggja okkum skrivaða orðið. Jonhard, tú ger eitt stórt arbeiði at heiðra onnur, og tí stendur hendan løtan eisini tær til heiðurs góði Jonhard. Tað er nokk ikki av tilvild, at tit báðir eru vinmenn. Tað er sum um tit eiga hvør sína reglu í hesum. “Gev mær pennar gev mær pappír. Lat meg festa teg á blað”.
Góði Martin. Tínir sangir eru meistaraverk. Løgini eru so melodiøs og sangbar, og tú dugir so væl við orðunum. Man hoyrir beinanvegin, at tað er tú. Tú hevur eisini nøkur orð, sum bara tú hevur: Sólskinstøgn, motormani, pápalátur, mammutár, gamlamannadans, blómubarnamoldina, dagmett, skuggagestir og mong mong onnur.
Tónleikur byggir brýr. Vit syngja tað á jólum “Við songinum vit byggja brú,”
Tónleikur er eitt universelt mál, sum øll skilja. Líka mikið hvar vit eru stødd í heiminum ella í lívinum, so skilja vit tað. Tað fremur empatisku evnini og samanhangsmegina bæði hjá tí einstaka og fyri felagsskapin. Tí tørvar okkum tónleik, eins og okkum tørvar vatn og breyð.
Evnini at syngja og lurta eftir tónleiki eru bæði nakað av tí fyrsta og tað seinasta sansaliga menniskjan eigur. Tey er við okkum alla lívsleiðina.
Tú hevur serstøk skapanarevni Martin. At yrkja, syngja, gera løg, spæla ljóðføri, at tekna og mála og tað grafiska. Samanrenningin millum tónleikin og myndlistina er áhugaverd. Tað er sum um listagreinarnar styrkja hvør aðra. Tað er nakað musiskt yvir myndinum eins og sangirnir fáa okkum at síggja penslastrok av myndum. Sangirnir eru syngjandi myndir.
Tey allar flestu kenna teg nokk best fyri tónleikin, men eg ivist ikki í myndirnar hjá tær fara at vaksa í dygd millum fólk. Serliga tekningarnar dámar mær so væl, sjálvsmyndirnar og í heila takið portrettini. Svørtgráu strikurnar sum skapa úttrykk. Einklar. Tú megnar at fanga okkurt, sum meg ikki megni at seta orð á. Tíðin fer at prógva tað. Vita bara!
Eg legði mær í geyma, at tú í samrøðuni í fyrrakvøldið segði, at tær dámdi tað einkla. At tað ikki nýtist at vera so nógvar ymiskar akkordir til at gera eitt gott lag. Onki óneyðugt pynt, men tað reina og einkla talar eisini sterkt. Tað tolir, og ber, at standa nakið. Tað skroypiliga og viðbrekna er tað, sum ger tað sterkt. Man veit hvat man fær. Hetta er ein góð mynd av, hvussu eg upplivi teg. Onki roks, erligt og opið.
Sum hjá øllum øðrum so hevur lív og lagna ikki altíð lagt leiðina so lagaliga hjá tær. Tú hevur verið illa sjúkur og havt trupulleikar at dragast við. Tað hevur tú verið opin um. Tað hevur verið mongum til troyst og hjálp at hoyra teg greiða frá hesum, m.a. í kirkjunum. Tað fremur opinleika og stuðlar øðrum í at tora at tosa um tað trupla. Tað fremur eisini vón, tí tú ert gott dømi um, at vónloysi ikki fekk fastatøkur á tær. Onkur segði, at um man spurdi teg hvussu tú hevði tað, so svaraði tú, at nú havi eg tað nógv betri enn fyri fýra mánaðum síðan. Altíð positivur - “Tað gongur nokk”.
Tað er eisini sjónligt gjøgnum tínar myndir og tínir sangir, nær lívið er leikandi lætt og nær lagnan ikki er so blíð. Sangurin, klassikarin “Morgun” er eitt fantastiskt dømi um nýggja pápan, sum er um at bresta av vónum og kærleika og, sum er yrktur við slíkum eymleika og áræði, sum tað eru áratíggju ímillum at vit uppliva. Hinvegin er yrkingin “Einsamallur” dømi um tað dapra og sálarkvøl, men altíð við vón og eini útrættari hond.
Tú yrkir yndisligt um náttúruna, hevur góða lýsingar av gerandisdagin, ger stuttligar vísur, yrkir um álvarsemi, hevur filosofiskar yrkingar, barnasangir, sálmar, ja sera ymiskar tónleikagenrur. Og tú hevur eisini gjørt eina rúgvu av tónleiki, sum aðrir tónleikarar spæla. Bæði tekstir og løg. Tú ert allastaðni, bæði sjónliga og ikki.
Sum árini ganga sæst eisini, hvussu andaliga dimensjónin fær størri og størri týdning í lívinum hjá tær. Tú ert ikki bara í “Grønu Sangbók” men hevur nú eisini fingið innivist í sálmabókini og í nógvum ymiskum samkomum. Soleiðis tekur tú okkum í hondina og leiðir okkum gjøgnum tilverunar stóru eksistensiellu spurningar. Tú fært okkum at reflektera og í tíni sál er ongin ivi. Tað finst nakað, sum er størri enn vit. Nakað gudómmiligt og heilagt. Jesus pápin er hjá okkum.
“Uttan teg” er ein ómetaliga vakur sálmur. So seint sum í hesi vikuni var eg til eina syrgiliga jarðarferð, har sálmurin bleiv sungin til troyst og ugga.
Í 2021 heiðraði landið teg við Serstøku virðisløn landsins. Tað er ein stórur og fult uppiborin heiður at fáa. Tað frøddi veruliga fólk, at tú soleiðis eisini varð skrivaður inn í søguna.
“Ró” er eisini valdur til besta sang seinastu 50 árini. Og tú hevur fingið ársins tónleikaheiður á FMA 2022. Tað sigur nakað um hvønn týdning títt arbeiði hevur fyri føroyska samfelagið. Langa perlurøðin av sangum er vorðin fólkaogn. Tú ert við í hvørjari veitslu og til so at siga allar stórar lívsdagar saman við okkum.
Føroyska samfelagið hevur stóran tørv á vit- og andsbornum listafólki. Hetta er ein treyt skulu vit framhaldandi vera eitt gott land at búgva í. Av og á eiga vit at seta okkum spurningin um, hvørji spor vit vilja leggja eftir okkum. Tað tú leggur eftir teg tað savnar, tað kveikir, tað fær fólk at reflektera, tað gevur gleði, samanhald, troyst og vón. Vit vera meira tilvitað og betri menniskju, og góð menniskju byggja gott land. Hinvegin so dugir tú eisini tað stuttliga og tað er sanniliga týdningarmikið. Humor, ella látur er lívsneyðugur og stytsti vegur millum menniskju siga tey.
Vestmanna hevur eitt serligt pláss í tínum hjarta. Nýggja bókini, sum nú er komin út byrjar sjálvsagt við Vestmannasanginum. Og sjálvsagt skal fagnaðarløtan fyri tær haldast í heimbygdini Vestmanna. Her vaks tú upp, og her er tín samleiki, og tín rót. Her eru spírarnar til listarligu evnini lagdir. Og her hava teir fingið loyvi at vaksa. Og sterkari rótin er vakrari er træið og tess betri eru fruktirnar. Soleiðis er í øllum urtagørðum um tað so er tann listaligi, tann andaligi ella tann menniskjaligi. Tín rót og tín grundvøllur má vera sterkur. Ella hevði tú ikki kunnað gjørt alt tað, tú hevur gjørt.
Góði Martin. Í morgin fyllur tú 70 ár og man kann kanska siga, at heystið bankar á tín rút. Banka bara aftur. Halt áfram at skapa. Halt áfram at vera tú, tí “Ongin er sum tú” góð Martin.
Av hjarta tillukku við degnum góði Martin og øll tíni. Vitandi um at ongin tøkk er nóg stór til tín sigi eg allíkavæl takk fyri teg og alt títt. Jesus pápin verður hjá tær, og okkum øllum, og signar lívsleiðina.
Takk fyri og tillukku!
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 27. august 2023
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald