Lat aftur Yvirlit list articles in edition

Leygardagur 09. september 2023 | Nr. 36 | Árgangur 4 | Kr. 0,00

- Vónandi velja tit at gera tað rætta

SíÐa 2

1 Leygardagur 09. september 2023

Góðan lesihug og gott Vikuskifti

Nýggj útgáva hvønn leygarmorgun kl. 7

Oddagrein

Tað ber ikki til at halda við báðum pørtum

At velja síðu í einum kríggi er ongantíð ein løtt avgerð at taka. Tí hvat nú um tann parturin, tú stuðlar verður tann tapandi?

Eitt kríggj er heldur ongantíð svart og hvítt. Tað vil altíð vera grundgevingar fyri og ímóti til báðar síður.

Tað ber – við snildi – til at halda seg uttanveltaðan í eini vápnaðari ósemju millum onnur lond, men tað ber ikki til at halda við báðum.

Og kortini er tað eitt sindur tað, sum vit í Føroyum gera í stríðnum millum Ukraina og Russland.

Vit veita ukrainum alla ta hjálp vit kunnu og megna, breggja okkum av, at tað kanska er onkið annað fólk, ið letur eins nógv pr. íbúgva. Men brúka tað sum avlát fyri at sleppa at halda fram í einum ávísum samstarvi við russar við teirri vón, at vit ikki missa botnfiskakvotur í russiska partinum av Barentshavinum.

Er stundin ikki komin til, at vit tóna reint flagg og melda út hvørjum parti vit eru í? Er tíðin ikki búgvin til at vit kvetta allan samhandil við Russland?

Ukrainski sendiharrin til Danmarkar hevur verið í Føroyum í hesi vikuni og givið okkum eina, gamaní einsíðuga, framlegging av støðuni. Sæð við ukrainskum eygum er ongin ivi um, at tað er Russland, sum er bølmennið í hesum stríði, hóast tað helst eru staklutir í tvídráttinum, sum ikki koma fram í slíkum framløgum.

Hinvegin er tað ómøguligt ikki at hava samhuga við ukrainska fólkinum. Tríati ár gingu frá tí at tey sluppu úr sovjettiska trælabandinum, til Russland í 2022 valdi at leypa á grannalandið. Ikki ‘bara’ fyri at taka eitt landaøki nær markinum, sum hevur verið vígvøllur fyri eina ávísa etniska ósemju.

Nei, russar høvdu veruliga ætlanir um at taka alt landið – yvir 600.000 ferkilometrar, triðstørsta landið í Evropa og yvir 40 milliónir íbúgvar – og leggja tað undir russiskt vald. Hetta er ljót imperialisma av versta slag, sum á ongan hátt kann góðtakast.

Tað er ongin ivi um, at tað er Russland, sum er tann áleypandi parturin – aggressorurin – í hesi konflikt. Tí átti valið um hvønn vit vilja stuðla, at verið ein løtt avgerð, hóast hon fer at kosta, sjálvandi fer hon tað.

Allir føroyingar áttu at tikið sær stundir til at lesa og lurta eftir hvat ukrainski sendiharrin hevur at siga.

 

SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

  • Blaðið

    Stovnað 2020

    Útgevari: Knassar

    Upplag: 2671

    Lisnar síður: 8098

    Dagført 10. hvørt sekund
  • Samband

    tel. 20 80 80

    [email protected]



    Ingi Samuelsen

    Redaktørur

    [email protected]

    tel. 22 22 73


  • Borgar Kristiansen

    Lýsingarráðgevi

    [email protected]

    tel. 23 66 01

2
Leygardagur 09. september 2023

- Vónandi velja tit at gera tað rætta

Ukrainski sendiharrin í Keypmannahavn hevur eina inniliga áheitan á føroyingar um at gevast við sambandlinum við Russland

(Mynd: Jens Kr. Vang)
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

- Tað er ikki mín uppgáva at siga tykkum føroyingum, hvat tit skulu halda og gera. Men mín áheitan er, at tit hugsa tykkum væl um, og so velja tað rætta.

Soleiðis sigur 45 ára gamli Mykhailo Vydoinyk, sum er ukrainskur sendimaður í Keypmannahavn.

Hesa vikuna hevur hann vitjað í Føroyum, boðin av Sjúrði Skaale, fólkatingslimi. Endamálið við ferðini var at hitta ukrainar í Føroyum, og at hitta føroyingar, politikarar og vinnulív.

Og sambært honum er ongin ivi um, hvat tað rættast er at gera. Tað er av øllum alvi at forða Russlandi í at halda fram við sínum álopssinnaða og imperialistiska atburði móti sínum grannalondum. Russland skal støðgast við øllum teim møguleikum, sum eru.

Sendiharrin ásannar, at hansara fremsta uppgáva, sum umboðsmaður fyri ukarinsku tjóðina í Keypmannahavn, er at arbeiða fyri at savna stuðul til verjuna av Ukraina.

- Tí hevur tað størst týdning fyri okkum at fáa vápn til at berjast móti russisku atsóknini. Men misskil meg ikki, allur stuðul er kærkomin, og tí havi eg eisini eina áheitan til føroyingar, sigur sendiharrin, og kemur inn á stóra politiska spurningin her heima, føroyska fiskivinnusamstarvið við Russland.

- Støðgið samhandli við Russland sum skjótast

- Spyrt tú meg, so haldi eg, at tit skulu støðga øllum samhandli við Russlandi sum skjótast. Handilsstongsul kann hjálpa okkum at vinna kríggið.

- Eg havi verið á vitjan hjá Bakkafrost í dag, har tey greiddu mær frá, at tey støðgaðu við at selja laks beinanvegin, sum Russland leyp á Ukraina í 2020. Hesi avgerð havi eg stóra virðing fyri. Bakkafrost tók hesa avgerð, hóast hetta kom at raka felagið fíggjarliga.

[object Object]

- Eg haldi at allar føroyskar vinnufyritøkur eiga at gera eins og Bakkafrost hevur gjørt, og eg vil eisini nýta høvið til at takka Bakkafrost fyri hetta, sigur Mykhailo Vydoinyk.

Føði til russiskar soldátar?

- Men hvat við teimum, sum siga, at vanligi russin ikki hevur ábyrgdina av krígnum, og hevur brúk fyri matinum? spyrja vit.

- Tú veitst ikki, um maturin til selja ikki verður brúktur til at føða russisku hermenninar, sum kríggjast inni í mínum landi. Hvussu vísur kanst tú vera í, at føroyski makrelurin ikki endar í niðursjóvaðu dósunum, sum soldátarnir á hermótinum fáa til matna? Trúgv mær, tú hevur onga trygd fyri at maturin kemur út til tey fátæku í Russlandi.

- Eg kann geva tær eitt dømi. Russland er heimsins størsti framleiðari av olju og gassi. Hvussu ber tað til, at tað er stórur partur av landinum, sum als ikki hevur fingið fingið atgongd til gassið ella oljuna enn? Tað er ein stórur partur av russiska fólkinum, sum livir í dýrastu armóð, uttan hita, rennandi vatn ella kloakskipan.

- Hetta er ikki nakað nýtt. Russland hevur altíð atbeitt soleiðis. Endamálið hjá valdsharrunum er ikki at hjálpa sínum fólki og betra um teirra livikor. Tað er at hertaka síni grannalond.

Handlaðu tit við Nazitýskland?

- Tá eg á almenna tiltakinum spurdi føroyingarnar, sum vóru komnir til almenna tiltakið hóskvøldið, um abbar og ommur teirra høvdu samhandil við Nasitýskland í síni tí, so sá eg, at øll ristu við høvdinum. Hetta er ikki øðrvísi enn tað.

Og so greiðir sendiharrin frá, at samhandil við russar lættliga kann koma fyritøkunum aftur um brekku seinni.

- Tað er væl hugsandi, at fyritøkur, sum nú samstarva við Russland kunnu koma at bøta fyri tað í framtíðini. Vit vita hvørjar hesar fyritøkur eru, og tað er væl hugsandi, at keyparar av føroyskum fiskavørum í framtíðini ikki fara at vilja keypa frá seljarum, sum samstarva ella hava samstarvað við Russland. Eg haldi, at føroysku fyritøkurnar skulu hugsa um tað. Tað er ongin orsøk at koma á svartalistan yvir fyritøkur, sum samstarva við lond og fyritøkur, ið fremja krígsbrotsverk.

[object Object]

Putin er bara hin seinasti í røðini

Undir samrøðuni hevur Mykhailo Vydoinyk higartil bert nevnt navnið á russiska forsetanum á einum sinni. Vit spyrja hví.

- Hetta snýr seg ikki einans um núsitandi forsetan. Vladimir Putin er bert tann seinasti persónurin í eini røð av russiskum valdsharrum. Hugburðurin hevur verið tann sami, antin tað var ein zarur, ovasta sovjettin ella ein forseti, sum stóð á odda fyri russiska áganginum móti grannatjóðunum.

- Ímynda tær, tá vit í 1994 skrivaðu undir 1994 fyri at tryggja okkara landamørk, góvu vit russum allar kjarnorkugoymslurnar, sum vóru í okkara landi. Vit góvu teimum eisini álopsrakettirnar, sum stóðu í Ukraina. Hetta eru somu rakettirnar, sum russar nú brúka at skjóta eftir okkum. Vit síggja framleiðslunumrini á teimum – tað eru okkara rakettir, sum nú verða brúkar til at drepa ukrainar við, sigur Mykhailo Vydoinyk.

- Óskiljandi hugburður

Undir prátinum kemur fram, at diplomaturin als onki álit hevur á, at ein endi kann fáast á krígnum við friðarsamráðingum ella vápnahvíld. Og hann er eisini vónbrotin av russiska fólkinum, sum ikki sigur frá, og fer til Moskva at mótmæla hesum áganginum á grannatjóðirnar.

- Vit taka russar til fangar í Ukraina, sjálvandi gera vit tað. Vit royna at spyrja inn til tey, hví tey fara inn í eitt annað land at drepa, men tað er ikki lætt at skilja hugburðin. Onkuntíð hoyra vit, at tað er av ótta fyri valdsharrunum. Eg fati ikki, hví fólk av ótta fara inn í eitt annað land fyri at drepa og við størsta vanda fyri at doyggja sjálvi. Hví fara tey ikki heldur til Moskva fyri at mótmæla krígnum? Tað er ikki til at skilja.

- Eitt annað dømi. Eg havi verið sendiharri í Danmark síðan 2018. Eg veit, at tað búgva nógvir russar í Danmark. Men eg havi ikki enn sæð russar savnast uttan fyri russisku sendistovuna í Keypmannahavn fyri at mótmæla krígnum í Ukraina. Hví gera tey ikki tað? Tey eru trygg í Danmark.

- Tey seku skulu dømast

Og tá tað snýr seg um eina møguliga friðaravtalu, so er Vydoinyk eisini rættiliga greiður í røddini.

- Kreppustøðan í Ukraina støðgar ikki við eini friðaravtalu ella vápnahvíld. Verður ein friðaravtala gjørd, endurtekur søgan seg bara tá nøkur ár eru gingin. So kunnu vit ikki kenna okkum trygg. Ukraina fer framhaldandi at vera eitt ótrygt land, sum fær trupult at fara upp í altjóða samstørv og avtalur, tí Russland altíð er ein hóttan.

[object Object]

Friðurin kann einans tryggjast við at rættvísið sigrar. Við einum krígsrætti, har øll tey, sum hava ábyrgd fyri krígsbrotsverkunum, sum verða framd í Ukraina, verða revsað tilsvarandi, fyrst av øllum Putin forseti, sigur Mykhailo Vydoinyk.

Takkar og leggur upp til samstarv

Tíðin rennur undan, og samrøðan má fáa ein enda.

Mykhailo Vydoinyk hevur stóran tørv á at takka føroyingur fyri, at vit hava tikið so væl ímóti ukreinum, sum hava verið noydd at rýma heimanífrá.

- Tað er gott, at tit kunnu geva mínum landsmonnum starv og loyva børnunum at ganga í skúla. Hetta hevur stóran týdning fyri foreldrini, sum ikki skulu óttast fyri at síggja børnini aftur, tá tey senda tey í skúla um morgunin.

- Vónin er sjálvandi, at tey kunnu venda aftur til eitt friðarligt heimland sum skjótast, men tíverri eru ikki tekin um, at friður verður í bræði.

Og á veg út gjøgnum dyrnar til eina avtalu afturat áðrenn leiðin gongur aftur til Danmarkar hevur Vydoinyk eina seinastu heilsan til føroyska vinnulívið.

- Kom til okkara. Tað kann væl vera, at vit hava tørv á at keypa fisk frá tykkum. Vit hava ein stóran her, sum skal hava mat. Tað kann gott vera at vit eru før fyri at avtaka ein part av marknaðinum, sum tit missa við einum fullkomnum handilsstongsli mótvegis Russlandi. 

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 09. september 2023

3 Leygardagur 09. september 2023

Leggur upp til samstarv við India

Løgmansskrivstovan og Vinnuhúsið fyrireika almenna vinnuferð til India í november

(Mynd: Løgmansskrivstovan)
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

Indiska sendikvinnan í Keypmannahavn, Pooja Kapur, hevur hesa vikuna verið á vitjan í Føroyum. Í morgun var hon á vitjan hjá løgmanni úti í Tinganesi.

Á fundinum sínámillum umrøddu tey bæði millum annað, hvussu Føroyar og India kunnu styrkja um samstarvið, eitt nú í mun til KT, fiskivinnu, alivinnu, shipping og maritimar veitaravinnur.

- Vit eiga at styrkja um okkara samstarv við India. Sjálvt um India er heimsins fólkaríkasta land og vit eitt av heimsins minstu, so er nógv vit kunnu geva hvørjum øðrum. Vit í Føroyum framleiða heimsins besta mat úr sjónum, sum kann koma indum til góðar, og India hevur nógva vitan innan til dømis KT, framtíðartøkni og verkfrøði, sum vit kunnu fáa gagn av, sigur Aksel V. Johannesen, løgmaður, á heimasíðuni hjá løgmansskrivstovuni.

Vinnuferð til India

Løgmaður nýtti eisini høvi til at takka sendikvinnuni fyri, at hann er boðin at luttaka og røða á stóru ráðstevnuni, India Nordic Baltic Business Conclave, ið verður hildin í New Delhi í India 22. og 23. november í ár.

Í hesum sambandi arbeiðir Løgmansskrivstovan saman við Vinnuhúsinum við at skipa fyri eini almennari vinnuferð til India í november, har løgmaður kemur at standa standa á odda fyri føroysku sendinevndini.

Føroyskar fyritøkur ið hava áhuga í at luttaka í vinnuferðini, kunnu venda sær til Vinnuhúsið. 

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 04. september 2023

4 Leygardagur 09. september 2023

Trý øki afturat boðin út oman fyri Argjahamar

Økini eru til bygging av íbúðum og raðhúsum

(Mynd: Tórshavnar kommuna)
SkrivaÐ:

Alda Nielsdóttir

Tórshavnar kommuna hevur lýst trý øki afturat til sølu oman fyri Argjahamar. 

Økini, ið eru  2.571, 2.500 og 5.573 fermetrar til støddar, eru til bygging av ávikavist íbúðum og raðhúsum.

– Tórshavnar kommuna hevur ment eina heildarætlan fyri part av matrikkul 256 oman fyri Argjahamar, og í vár beyð Tórshavnar kommuna fyrsta økið út til bygging av íbúðarhúsum, í summar bleiv næsta økið boðið út til bygging av íbúðarhúsum við vinnuligum virksemi í niðaru hæddunum og nú verður farið undir at bjóða trý øki út afturat. Talan er um øki 6.1 til íbúðarbygging og økini 5.1 og 5.2 til raðhúsabygging, skrivar kommunan.

Freistin at lata inn tilboð er 25. oktober klokkan 12.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 04. september 2023

5

Størv

Barsilsstarv sum verkætlanarleiðari í Norðurlandahúsinum

Meira Umsóknarfreist:

Starvsfólk til KAFÉ FAE á flogvøllinum

Meira Umsóknarfreist: 16. oktober 2024

Deildarleiðari til Byggimálsdeildina

Meira Umsóknarfreist: 21. oktober 2024

Løgfrøðingur til Sev - endurlýsing

Meira Umsóknarfreist: 13. oktober 2024

Dataleiðari til Føroya Tele

Meira Umsóknarfreist: 13. oktober 2024

Samskiftisfólk til Sev

Meira Umsóknarfreist: 19. oktober 2024

Grafisk designer till kommunikationsavdelning

Meira Umsóknarfreist: 31. oktober 2024

Roðin søkir eftir sjúkrarøktarfrøðingum, heilsurøktarum og heilsuhjálparum til demensdeildina, Suðurstovu.

Meira Umsóknarfreist: 17. oktober 2024

Kervistøkningur til Elektron

Meira Umsóknarfreist: 20. oktober 2024

Fulltikin dekkari til Bakkafoss

Meira Umsóknarfreist: 16. oktober 2024

Speditørur

Meira Umsóknarfreist: 13. oktober 2024

Sosialráðgevi til Barnaverndartænastuna í VEKS

Meira Umsóknarfreist: 27. oktober 2024
6 Leygardagur 09. september 2023

Vilja raðfesta nýtt skip á kalsoyarleiðini

Hóskvøldið var borgarafundur við fólk á Kalsoynni, har Dennis Holm, landsstýrismaður við samferðslumálum, saman við Niels Juel Arge, stjóra á Strandferðsluni, Karl Johansen, borgarstjóra, og umboð fyri staðbundnu nevndirnar luttóku

(Mynd: Klaksvíkar kommuna)
SkrivaÐ:

Alda Nielsdóttir

Hóskvøldið var avhaldshúsið í Mikladali karmur um borgarafund við fólk á Kalsoynni. Dennis Holm, landsstýrismaður við samferðslumálum, saman við Niels Juel Arge, stjóra á Strandferðsluni, stóðu fyri fundinum. Karl Johansen, borgarstjóri í Klaksvíkar kommunu, og umboð fyri staðbundnu nevndirnar luttóku eisini.

Endamálið við fundinum var at hoyra bygdafólkið um teirra tørv, tá ið hugsað verður um ferðaætlanina, og teirra hugsanir um eitt nýtt skip fyri 52 ára gamla Sam.

Klaksvíkar kommuna sigur í tíðindaskrivi, at sera góð undirtøka á fundinum.

– Landsstýrismaðurin nevndi eitt nú, at Samferðslumálaráðið arbeiðir við ítøkiligum ætlanum um at fara undir at projektera nýggj skip til Strandferðsluna, og stóð Kalsoyarleiðin ovast á raðfestingarlistanum. Niels Juel Arge greiddi somuleiðis frá um ferðaætlanina og um eina komandi bíleggingarskipan, sum eftir ætlan skal takast í brúk komandi summar.

– Serliga var tað stjórin á Strandferðsluni, sum fekk nógvar spurningar frá áhoyrarunum og lótu fólk ongan iva vera um, at tey ikki ynskja eitt størri skip, men heldur eitt skip, sum kann sigla fleiri túrar, skrivar kommunan.

Eftir framløgurnar var orðið givið til Karl Johansen, borgarstjóra, sum legði dent á, at Klaksvíkar kommuna vil gera alt fyri, at samferðslumøguleikarnir hjá teimum fastbúgvandi eru so góðir sum gjørligt.

Áðrenn orðið varð givið frítt til viðmerkingar, fingu Bjørn Kalsø og Jóhannus Kallsgarð eisini høvið at siga nøkur orð vegna staðbundnu nevndirnar á Syðradali og á Trøllanesi. 


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 08. september 2023

7 Leygardagur 09. september 2023

Dátueftirlitið flytur til Saltangará

Avtala er gjørd millum Dátueftirlitið og Spf. Heiðahúsið, og Dátueftirlitið tekur við leigumálinum frá 1. november

(Mynd: dat.fo)
SkrivaÐ:

Alda Nielsdóttir

Eftir at Dátueftirlitið í longri tíð hevur leitað eftir hølum á eystara armi á Skjálafjørðinum, hava Tóri Højgaard, stjóri á Dátueftirlitinum, og Edvard Mikkelsen, stjóri í Spf. Heiðahúsinum undirskrivað avtalu um, at Dátueftirlitið leigar ovaru hæddina í bygninginum á Heiðavegi 25 í Saltangará.

Tað boðar Dátueftirlitið frá.

– Síðani táverandi løgmaður í fjørð boðaði frá, at Dátueftirlitið skuldi flyta, hava vit saman við Landsverki miðvíst leitað eftir nýggjum hølum. Í fyrstu syftu valdu vit at gera eitt útboð, men tá ið hetta ikki bar á mál, kom Spf. Heiðahúsið inn í myndina. Samráðingar hava verið partanna millum, og nú eru vit komin á mál, sigur Tóri Højgaard.

Hann leggur afturat, at tey á Dátueftirlitinum eru væl nøgd og meta, at tey hava funnið hølir, sum hóska væl til tørvin hjá stovninum.

Hølini verða í løtuni umvæld, og væntandi verður hetta arbeiðið liðugt síðst í oktober. Avtalað er, at Dátueftirlitið tekur við leigumálinum frá 1. november 2023.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 07. september 2023

8 Leygardagur 09. september 2023

Betri: Nógv virksemi og hækkandi rentur

Roknskapurin fyri fyrra hálvár gav eitt úrslit á yvir 133 milliónir krónur

 
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Hálvársroknskapurin fyri 2023 vísir eitt úrslit á 133,3 milliónir krónur eftir skatt, og Betri Banki hevði ein solvens á 31prosent. Tað merkir, at Betri Banki er millum tryggastu peningastovnarnar í danska kongaríkinum.

Útlánini eru økt við smáum 500 milliónum krónum, meðan innlánini eru økt við góðum 700 milliónum krónum.

Inntøkurnar farnað hálvár vórðu væl hægri, enn mett varð frammanundan. Tað kemst serliga av hækkandi rentuinntøkum. Tað hevur eydnast at halda útreiðslunum á einum lutfalsliga lágum støði, og sostatt er úrslitið fyri hálvárið gott. Hetta hevur somuleiðis givið høvið til at hækka rentustøðið á flestu av bankans innlánsproduktum, har fleiri verða yvir 3 prosent per 15. septembur.

Somuleiðis verður innlánsrentan á lønarkontum hjá privatkundum ásett til 0,25 prosent tann 15. septembur.

Bankin hevur ikki havt tap av sínum útlánsvirksemi í ár.

Jean Djurhuus, forstjóri, er væl nøgdur við úrslitið:

- Kundaskarin er vaksin seinastu árini, og roknskapurin vísir okkum, at Betri Banki gongur fram á teimum røttu og týdningarmiklu økjunum.

- Samstundis sum bankin veksur, hevur bankin styrkt sítt kapitalgrundarlag og hevur megnað at hildið fast í einum lágum kostnaðarstøði. Og nú fáa vit veruliga bjóðað okkara innskjótarum eina munagóða innlánsrentu á produktum, sum ikki hava verið áhugaverd í fleiri ár, sigur forstjórin

Fyri alt roknskaparárið 2023 metir leiðslan, at úrslitið verður á leið 220 til 260 milliónir krónur eftir skatt.

Úrslitið fyri fyrra hálvár 2023:

  • Úrslit eftir skatt: 133,3 mió. krónur
  • Útlán: 7,8 mia. krónur
  • Innlán: 9,2 mia. krónur
  • Solvensur: 31%


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 06. september 2023

9 Leygardagur 09. september 2023

Suðuroyar Sparikassi positivt úrslit fyrra hálvár 2023

Hálvársroknskapurin fyri 2023 vísur eitt úrslit á 2,8 milliónir krónur eftir skatt sammett við 1,2 milliónir sama tíðarskeið í fjør. Høvuðsorsøkin til framgongdina er, at rentustøðið er hægri og umframt at virksemið er økt

(Savnsmynd)
SkrivaÐ:

Alda Nielsdóttir

Hálvársroknskapurin hjá Suðuroyar Sparikassa fyri 2023 vísur eitt úrslit á 2,8 milliónir krónur eftir skatt sammett við 1,2 milliónir sama tíðarskeið í fjør.

Høvuðsorsøkin til framgongdina er, at rentustøðið er hægri og umframt at virksemið er økt, skrivar Suðuroyar Sparikassi í tíðindaskrivi.

Útlánini hækkaðu úr 549 milliónir krónur, upp í 587 milliónir krónur, sum svarar til ein vøkstur upp á 38 milliónir - ella 7,0 prosent. Innlánini vóru 677 milliónir krónur sammett við 676 milliónir sama tíðarskeið í fjør, sum svarar til eina hækking á eina millión – ella 0,15 prosent.

Solvensurin var 22,0 prosent samanborið við 21,4 prosent í 2022. Lyklatalið fyri gjaldførið var 354 prosent í mun til lógarkravið á 100 prosent.

Søren Lünell Bruhn, stjóri, sigur, at hann er vælnøgdur við gongdina higartil í ár.

– Vit eru nøgd við, at vit hava fingið fleiri góðar kundar, sum vit ynskja hartaliga vælkomnar í okkara familju. Úrslitið er nøktandi og í samsvar við væntanirnar, tá árið byrjaði, sigur hann.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 08. september 2023

10 Leygardagur 09. september 2023

Betri Trygging: Metnógvir skaðar, men gott hálvársúrslit

Í skrásetingunum hjá Betri Trygging hava ongantíð verið so nógvir skaðar eitt hálvár sum í ár. Serliga var tað ódnin 7. februar, ið gjørdi nógvan skaða. Kortini er hálvársúrslitið gott – eitt nú tí at virksemið støðugt verður ment og tillagað, og tí at íløgurnar í seinastuni hava givið gott avkast

(Savnsmynd)
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Fyrra hálvár í ár hevur Betri Trygging avgreitt metnógvar skaðar. Ongantíð áður hava so nógvir skaðar verið ein ársfjórðing – og ongantíð áður hava so nógvir skaðar verið eitt hálvár.

Tað var serliga ódnin 7. februar, ið elvdi til ógvuliga nógvar skaðar.

- Bara tað samdøgrið fekk skaðadeildin útvið 1.400 skaðafráboðanir, sum er óvanliga nógv. Talan var serliga um privatar skaðar, men eisini vóru nakrir stórir vinnuligir skaðar. Kortini kunnu vit fegnast um, at hálvársúrslitið er gott, sigur Ingunn Eiriksdóttir, forstjóri í Betri Trygging.

- Eg eri væl nøgd við úrslitið, og at tað eru fleiri ymisk viðurskifti, sum ávirka rættan veg. Tað ger til dømis stóran mun, at gongdin á íløgumarknaðinum hevur verið betri fyrra hálvár í ár, enn hon var í fjør. Talið á kundum hækkar áhaldandi, og Betri Trygging arbeiðir støðugt við at menna nýggjar tænastur, sum kundarnir spyrja eftir. Hetta ávirkar eisini tryggingartekniska úrslitið rætta vegin.

Lættari at vera kundi
- Eg fegnist eisini um átøkini, vit hava gjørt fyri kundarnar higartil í ár. Tað skal verða lætt at vera kundi í Betri Trygging, og tí broyttu vit gjaldsskipanirnar, so at privatkundar kunnu gjalda tryggingarnar mánaðarliga. Hetta er sera væl móttikið, og nógvir kundar rinda nú eina minni upphædd einaferð um mánaðin, heldur enn størri upphæddir nakrar ferðir um árið, vísir Ingunn Eiriksdóttir á.

- Eisini hava vit gjørt fleiri skaðafyribyrgjandi átøk, fleiri upplýsandi tiltøk og so hava vit effektiviserað virksemið, so at tað skal ganga so smidliga, sum gjørligt.

- Vit vilja ganga á odda við at menna nýggjar tænastur, sum gera tað lættari fyri kundan. Og so hava vit skyldu til at ansa væl eftir hesum felagnum, sum vit jú reka fyri kundarnar, ið eiga tað. Eg eri væl nøgd við hálvársúrslitið, sum - hóast metnógvar skaðar - gjørdist 51 milliónir kr. eftir skatt, staðfestir Ingunn Eiriksdóttir.

Lyklatøl fyri fyrra hálvár samanborið við 2022

[object Object]

[object Object]Ingun Eiriksdóttir, stjóri í Betri Trygging


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 08. september 2023

11
Leygardagur 09. september 2023

Nýggi Finnur Fríði sleipaður til Skagen í vikuni

Skrokkurin hjá nýggja Finni Fríða verður sleipaður til Skagen síðst í hesari vikuni

Nýggi Finnur Fríði (Mynd: Varðin)
SkrivaÐ:

Kiran Jóanesarson

Stóri og snotuligi skrokkurin hjá nýggja Finnur Fríða er við at verða klárur at sleipa til Skagen, har skipið skal gerast liðugt.

Skrokkurin er tó nakað seinkaður, tí at hann skuldi eftir ætlan verið komin til Skagen fyrst í juli.

Skrokkurin, sum er 88 metrar langur og knappar 17 metrar breiður, verður sleipaður úr Polandi í endanum á hesari vikuni, og verður eftir ætlan í Skagen mánadagin.

Í Skagen skulu fólk frá Karstensens skipasmiðjuni gera skipið liðugt, og tekur hetta umleið eitt hálvt ár.

Nýggi Finnur Fríði skuldi eftir ætlan latast Varðanum í Gøtu í januar, men av tí at arbeiðið er somikið seinkað, so verður tað ikki fyrr enn í fyrsta lagi í mars mánaði, at Varðin kann taka ímóti nýggja flaggskipinum í flotanum.

Nýggi Finnur Fríði verður sera framkomin tá ið skipið verður liðugt, og kostnaðurin liggur um 350 milliónur krónur.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 06. september 2023

12
Leygardagur 09. september 2023

Jupiter fekk heili 12 krónur kilo fyri makrelin í Noregi

Jupiter hevur fiskað meginpartin í føroyskum sjógvi, og ein part í altjóða sjógvi, og tað er serliga prísurin fyri makrelin, sum verður landaður til matna, sum vekir ans

Jupiter (Savnsmynd: Føroyska Sjómansmissiónin)
SkrivaÐ:

Kiran Jóanesarson

Uppsjóvarskipið Jupiter úr Kollafirði kom mánadagin til Noregs at landa makrel.

Jupiter hevur fiskað 850 tons av makreli, og meginparturin er fiskaður í føroyskum sjógvi. Veiðan varð landað í Egersund.

Jógvan Martin Ferjá Joensen, reiðari, upplýsir at ein parturin varð landaður til ídnað, og ein partur verður landaður til matna.

- Helvtin verður landað til ídnað, har vit fáa 7,25 krónur fyri kilo, meðan prísurin fyri kilo, sum verður landaður til matna er sera høgur, segði reiðarin við Fiskur.fo týsdagin.

Reiðarin upplýsti, at Jupiter fekk heili 12 krónur kilo fyri makrelin, sum verður landaður til matna, og hetta er hægsti prísurin, sum reiðarin hevur hoyrt um.

Í báðum førunum er talan um danskar krónur, so talan er um helst um met, sum Jupiter fær fyri makrelin, sum verður landaður til matna.

- Hetta er tað hægsta eg havi hoyrt, at skip fáa fyri makrelin, sum verður landaður til matna, so tað er sera gleðiligt, segði ein vælhýrdur Jógvan Martin Ferjá Joensen.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 05. september 2023

13 Leygardagur 09. september 2023

Fyrsta Mærsk skipið bunkrði metanol í Rotterdam

Ávegis úr Suðurkorea til Keypmannahavn hevur eitt skip hjá Mærsk sum tað fyrsta bunkrað nýggja brennievnið metanol í Niðurlondum

 
SkrivaÐ:

Jan Müller

Hetta er fyrstu ferð, at eitt skip fær metanol í tangarnar sigur metanol framleiðarin OCI Global við Reuters.

Skipið fór úr Suðurkorea 10. juli á 21.500 longu ferðina til Evropa. Á hesi ferð hevur skipið brúkt metanol heldur enn diesel.

Grønt metanol verður framleitt úr vetni og biomethan. Skipaídnaðurin vónar, at henda leiðin fer at hjálpa til at røkka málinum um netto nullútlát innan 2050.

Søfart skrivar, at Mærsk fer at navngeva nýggja skipið, tá tað kemur til Keypmannahavn seinni í september. Ætlanin er, at forkvinnan í ES tinginum, Ursula von der Leyen, skal geva skipinum navn, nú tað er tað fyrsta av sínum slag og tí eitt týðandi tekin um eina gongda leið í grøna orkuskiftinum.

Mærsk reiðaríið hevur bílagt 24 skip aftrat, sum skulu sigla við metanol heldur enn olju.

Ráðgevarafyritøkan DNV roknar við, at 30 av nýggja slagnum av skipum eisini nevnd dual fuel skip fara at verða sjósett í ár, og at talið fer upp á 200 í 2028.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 02. september 2023

14 Leygardagur 09. september 2023

Skiparin á John Paul de Joria fer í landsrættin

Daniel Binyon hevur skotið málið inn fyri landsrættin. Málið kemur fyri 21. august næsta ár

(Mynd: Captain Paul Watson Foundation)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Daniel Binyon fekk 20. juli 157.000 krónur í sekt fyri lógarbrot, sum hann framdi sum skipari á skipinum hjá Paul Watson, John Paul de Joria.

Men hann er ikki nøgdur við dómin, og hevur skotið dómin inn fyri Landsrættin.

Tað gongur kortini eina løta áðrenn málið kemur fyri. Ikki fyrr enn 21. august næsta ár fer Eystari landsrættur at viðgera dómin.

Føroya rættur dømdi millum annað skiparan sekan at fara inn um 12 fjórðinga markið.

[object Object]Paul Watson og Daniel Binyon

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 05. september 2023

15 Leygardagur 09. september 2023

Drekkivatnið í Havn og á Argjum reint aftur

Bakteriur eru tó enn staðfestar í drekkivatninum í Nólsoy, og bíðað verður eftir úrslitinum av vatnroyndunum á Velbastað og í Kaldbak, sigur Tórshavnar kommuna

(Savnsmynd)
SkrivaÐ:

Alda Nielsdóttir

Mikudagin varð boðað frá umfatandi drekkivatnsdálking í Tórshavnar kommunu, og varð heitt á borgarar í Havn, á Argjum, Nólsoy, á Velbastað og í Kaldbak um at kóka vatnið.

Kommunan boðaði í gjár frá, at brogarar í Havn og á Argjum ikki longur nýtast at kóka drekkivatnið, tí nú er reint aftur har.

Bakteriur eru tó enn staðfestar í drekkivatninum í Nólsoy, og bíðað verður eftir úrslitinum av vatnroyndunum á Velbastað og í Kaldbak.

– Kókitilmælið stendur við tí við fyri hesi støð, og verða nærri boð um hetta, tá úrslitini fyriliggja.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 08. september 2023

16 Leygardagur 09. september 2023

Hetta slagið av Prime er OK at selja í Føroyum

Heilsufrøðiliga starvsstovan nágreinar vælumtóktan drykk, ið júst er komin á føroysku handilshillarnar

 
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

Tað er í lagið at selja tað slagið av Prime drykkinum, sum er ein tillaga útgáva av tí slagnum, sum eitur Prime Hydration. Hetta staðfestir Heilsufrøðiliga starvsstovan, nú drykkurin verður settur til sølu í føroyskum handlum.

Hetta tí onkur sløg av Prime vórðu bannað í Danmark fyrr í ár.

Heilsufrøðiliga starvsstovan skrivar soleiðis um Prime:

Nú Prime Hydration er boðið til sølu í Føroyum, hava vit fingið nógvar fyrispurningar viðvíkjandi hesum drykki, sum varð bannaður í Danmark fyrr í ár. 

Tað finnast tvey sløg av Prime, ein orkudrykkur og ein leskidrykkur:

  • Prime Energy, ið hevur ov høgt innihald av koffein sambært danskari lóggávu
  • Prime Hydration, ið m.a. hevur tilsett A-vitamin, sum ikki er loyvt sambært danskari lóggávu

Nú er ein tillagað útgáva av Prime Hydration, loyvd til sølu í Danmark, sum lýkur treytirnar fyri útílating av vitaminum og mineralum í matvørum. Her er t.d. onki A-vitamin latið útí, tí mett er, at ein við vanligum donskum kosti longu fær ríkiligt av A-vitamin, m.a. frá gularótum og livurpostei. Um ein fær ov stórar mongdir av A-vitamin í longri tíð, kann hetta skaða livrina.

Heilsufrøðiliga starvsstovan heldur seg til danskar reglur á hesum økinum – og sambært hesum reglum kann tillagaða útgávan av Prime Hydrationseljast í Føroyum.

Orkudrykkurin Prime Energyhevur ov høgt innihald av koffein (>32 milligram koffein per 100 millilitur), og er tí ikki loyvdur at selja.

Heilsufrøðiliga starvsstovan mælir børnum frá at drekka orkudrykkir


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 06. september 2023

17 Leygardagur 09. september 2023

Annika verður prestvígd 17. september

Tekur við sum sóknarprestur á Tvøroyri 1. oktober

Annika Magnussen Gaard (Mynd: folkakirkjan.fo)
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Sunnudagin 17. september verður Annika Magnussen Gaard, gudfrøðingur, prestvígd í Dómkirkjuni. Hon er kallað at vera sóknarprestur í Suðuroyar norðara prestagjaldi við sæti á Tvøroyri frá 1. oktober, skrivar folkakirkjan.fo.

Annika er 33 ára gomul, og er úr Tjørnuvík. Hon bleiv kandidatur frá teologisku deildini á Universitetinum í Keypmannahavn á sumri 2022. Á heysti sama árið, gekk hon á Pastoralseminariinum, har hon var í starvsvenjing í kirkjuni í Vangede. 

Mannagongdin, tá eitt embæti sum sóknarprestur verður sett er, at kirkjuráðini velja prestin og gera eina innstilling. Landsstýriskvinnan við kirkjumálum setir sóknarprestin í embætið. Biskupur er fyrisitingarligur leiðari.

Siðvenjan er, at prestvígslan er í Dómkirkjuni, tí dómkirkjan umboðar tað yvirskipaða og alheimskirkjuna. Seinni skipar dómprósturin prestin í embætið í sóknarkirkjuni. Tá verður prestur sóknarprestur, t.e. bundin at síni egnu sókn. Soleiðis verður virkisøkið avmarkað í mun til alheimskirkjuna, og sóknarpresturin fær kallið í sínum egna nærumhvørvi.

Innsetingargudstænastan, har Annika verður skipað í embætið, verður í Tvøroyrar kirkju í fyrru helvt av oktober.

Í komandi starvinum sum sóknarprestur í Suðuroyar norðara prestagjaldi, sigur Annika, at hon gleðir hon seg til at koma út millum fólkið, at skapa góð sambond, og at brúka sína teologisku vitan. Hon gleðir seg somuleiðis til samstarvið við kirkjuráðini, kirkjutænararnar og sóknarprestarnar.

Í Suðuroynni eru tríggir sóknarprestar, sum arbeiða saman í einum toymi.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 06. september 2023

18 Leygardagur 09. september 2023

Leingja sáttmálan við Ivan Hentze Niclasen

Kringvarpsstýrið hevur gjørt av at leingja sáttmálan við sitandi stjóra við tveimum árum

Ivan Hentze Niclasen, Kringvarpsstjóri (Savnsmynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Alda Nielsdóttir

Stýrið fyri Kringvarp Føroya hevur gjørt av at leingja sáttmálan við sitandi stjóra við tveimum árum, boðar Kringvarpið frá í tíðindaskrivi.

– Ivan Hentze Niclasen varð áramálssettur sum stjóri í oktober 2018 við sáttmála til oktober 2023. Við áramálssettum stjórum hjá tí almenna er møguligt at leingja sáttmálan eina ferð, og tað hevur kringvarpsstýrið valt at gjørt.

– Samstarvið við Ivan Hentze Niclasen hevur verið sera gott hetta seinasta hálva árið, síðani nýggja stýrið fór til arbeiðis.

Sagt verður, at Kringvarpið í næstum fer gjøgnum eitt tíðarskeið við fleiri alneyðugum broytingum, sum setur avbjóðingar til tøkni og talgilda framleiðslu, og sær stýrið í hesum sambandi stórar fyrimunir við at halda fram við samstarvinum við núverandi stjóra.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 07. september 2023

19 Leygardagur 09. september 2023

Emma og Andrias skulu í føðingardag

Emma Bech Christiansen og Andrias Garðsá skulu í 18 ára føðingardag hjá Christian prinsi 15. oktober – 92 gentur og 57 dreingir søktu um at sleppa við

Christian prinsur fyllir 18 ár 15. oktober (Savnsmynd)
SkrivaÐ:

Alda Nielsdóttir

Síðst í august mánað varð boðað frá, at fleiri enn 200 ung úr øllum ríkinum verða boðin við í 18 ára føðingardag hjá Christian prinsi 15. oktober, harav tvey ung úr Føroyum.

Í hesum sambandi sóknaðist Løgmansskrivstovan eftir einari gentu og einum dreingi, sum kundu hugsað sær at farið við, og í dag var trekt lut millum øll, sum høvdu søkt.

Tey hepnu eru Emma Bech Christiansen (Argir), og Andrias Garðsá (Tórshavn).

Í alt komu 149 umsóknir frá 92 gentum og 57 dreingjum, skrivar Løgmansskrivstovan.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 07. september 2023

20 Leygardagur 09. september 2023

Heðin Mortensen til móttøku hjá Margrethu drotning

Mánadagin fekk borgarstjórin høvið at takka drotningini persónliga fyri heiðurin at gerast "Kommandør av Dannebrogordenen"

 
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Heðin Mortensen, borgarstjóri, nýtti mánamorgunin høvið til at fara til móttøku hjá Margrethu drotning. Margretha drotning vitjaði Havnina í 2021, og fyrr í ár heiðraði hon borgarstjóran við kommandørkrossinum.

Heðin Mortensen hevur fleiri ferðir verið vertur, tá drotningin hevur vitjað Havnina. Hann gjørdist í 1991 ”Ridder af Dannebrogordenen” og í 2003 gjørdist hann ”Ridder af 1. grad”.

Á hátíðarhaldinum fyrr í ár, tá Heðin hevði sitið sum býráðslimur í Havn í 50 ár, handaði ríkisumboðið, Lene Moyell Johansen, vegna Margrethu drotning Heðini ”Kommandørkorset”. Heðin fekk sostatt stóra heiðurin at gerast ”Kommandør av Dannebrogordenen.

Nú fekk borgarstjórin so høvið at takka drotningini persónliga fyri heiðurin.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 04. september 2023

21 Leygardagur 09. september 2023

Fyrrverandi borgarstjóri verður tekniskur leiðari

Sørvágs kommuna hevur sett Jákup Suna Lauritsen í starvið

(Savnsmynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

Sørvágs kommuna hevur sett nýggjan tekniskan leiðara, og tað er Jákup Suni Lauritsen, og hann byrjaði í starvinum 1. september. Tað boðar kommunan frá á heimasíðuni.

Jákup Suni kennir væl kommununa, tí hann hevur sitið í bygdaráðnum fleiri ferðir, eisini sum formaður í teknisku nevnd og borgarstjóri í árunum 2005 til 2008. Afturat tí hevur hann starvsroyndir sum tekniskur leiðari og skrivari í Kvívíkar kommunu, og harvið eisini royndir innan kommunala fyrisiting.

Jákup Suni hevur útbúgving sum bygningssnikkari og byggifrøðingur, og hann hevur drúgvar royndir innan tað tekniska økið, bæði innan projektering og byggileiðslu, og við hesum metir Sørvágs kommuna hann at vera væl ílatnan til uppgávuna.

Seinastu árini hevur Jákup Suni verið stjóri í Sørvágs snikkaravirki. Av øðrum vikomandi starvsroyndum kann nevnast, at Jákup Suni í fleiri ár var nevndarformaður í SEV.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 05. september 2023

22 Leygardagur 09. september 2023

Spakin settur í til Drivið

Hóskvøldið varð spakin settur í til nýggja bygningin hjá Norðdepils Hvannasunds Róðrarfelag og Motorsavninum

Hans Jørgin Nysted, formaður í Norðoya Motorsavni, loysti fyrsta flagið
SkrivaÐ:

Alda Nielsdóttir

Hóskvøldið varð spakin settur í til Drivið, nýggja bygningin hjá Norðdepils Hvannasunds Róðrarfelag og Motorsavninum.

Fyrst varð kunnað um verkætlanina á Fossánesi, har umleið 70 fólk vóru samankomin. Fundarfólkið var spent upp á verkætlanina, og dentur varð lagdur á, at ein slík verkætlan má hava lokalt kjølfesti bæði so og so fyri at kunna verða framd, samstundis sum ein slík verkætlan eisini tørvar stuðul úr grunnum bæði í Føroyum og Danmark.

Kunnað varð eisini um, at verkætlanin Drivið er farin inn í eina ráðgevingartilgongd saman við Lokale- og Anlægsfonden, samstundis sum stuðul eisini verður søktur úr øðrum grunnum.

Eftir kaffi og kunning á Fossánesi, fór fólkið yvir í Sandoyrabug, har Drivið hevur fingið grundstykki frá Hvannasunds Kommunu og ein part frá Hvannasunds Havn, sum bæði Hvannasunds og Viðareiðis kommunur eiga.

Í Sandoyrabug sang Hans Fuglø Christiansen vælkenda sangin, "Norðingur", sum kemur út á Spotify í dag, og eftir tað helt Óli Andrésen røðu vegna róðrarfelagið, og Hans Jørgen Nysted, formaður í Norðoya Motorsavni, segði nøkur orð og loysti fyrsta flagið.

[object Object]

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 08. september 2023

23 Leygardagur 09. september 2023

Samstarvsavtala millum Granskingarráðið og Rannís í Íslandi

Samstarvsavtalan millum Rannís og Granskingarráðið skal eyðmerkja samstarvsmøguleikar innan gransking og nýskapan og lata upp møguleikar fyri felags fígging av tiltøkum og verkætlanum, sum fremja vísindaligt samstarv millum londini

Samstarvsavtalan varð undirskrivað 31. august (Mynd: Granskingarráðið)
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Rannís, íslendska skrivstovan fyri stuðulsskipanir, og Granskingarráðið hava skrivað undir samstarvsavtalu.

Stovnarnir báðir lata stuðul til gransking og ráðgeva myndugleikar á økinum. Teir hava ein týðandi leiklut í at fremja samstarv um gransking og nýskapan landanna millum. Endamálið við samstarvsavtaluni er at seta út í kortið, hvussu partarnir saman kunnu røkka felags málum.

Seinastu árini er samstarvið millum Ísland og Føroyar økt munandi á fleiri økjum, eisini tá tað snýr seg um gransking og nýskapan. Ísland og Føroyar hava fleiri felags áhugamál, sum fevna um millum annað fiskivinnu, veðurlag, umhvørvi, heilsu, mentan, ferðavinnu og mál, ið viðvíkja Arktis.

Samstarvsavtalan millum Rannís og Granskingarráðið skal eyðmerkja samstarvsmøguleikar innan gransking og nýskapan og lata upp møguleikar fyri felags fígging av tiltøkum og verkætlanum, sum fremja vísindaligt samstarv millum londini, til dømis verkstovur og skeið. 

Eisini er ætlanin at royna at fáa í lag skiftisskipanir fyri vísindalig starvsfólk og at samstarva um innsavnan og nýtslu av dátum um gransking og nýskapan. Ætlanin er somuleiðis at økja samstarvið millum londini bæði um luttøku í norðurlendskum og evropeiskum verkætlanum.

Frammanundan hava Nunatsinni Ilisimatusarnermik Siunnersuisoqatigiit, grønlendska granskingarráðið, og Rannís avtalu frá 2022, og grønlendska granskingarráðið og Granskingarráðið avtalu frá juni 2023.

Øll trý ráðini eru samd um at skipa fyri tiltøkum í felag. Fyrsta felags tiltakið verður á Arctic Circle í Reykjavík í oktober.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 07. september 2023

24 Leygardagur 09. september 2023

Máltøknidepilin á Setrinum farin til verka

Nýggi granskingardepilin í máltøkni á Fróðskaparsetri Føroya er nú veruleiki. Arbeitt hevur verið við føroyskari máltøkni í spjaddum verkætlanum seinnu árini, men nú er virksemið skipað í ein depil

(Savnsmynd)
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Máltøknidepilin á Setrinum hevur eina serliga forsøgu, sum væl lýsir tann ítøkiliga týdning, máltøkni hevur.

Umframt mál- og teldufrøðingar hava fólk við serligum avbjóðingum áhuga fyri máltøkni. Í Føroyum hevur Sjóndepilin havt ein týðandi leiklut, og tað var eitt stórt stig fyri føroyska máltøkni, tá verkætlanin Ravnur, sum Sjóndepilin tók stig til og stóð fyri, endaði við framløgu í Konghøll í fjør. Karin Kass, leiðari á Sjóndeplinum og drívandi megi í verkætlanini, handaði teimum, sum høvdu tikið lut í arbeiðinum, hvør sín ravn úr glasi sum tekn um, at verkætlanin var komin mál.

Tilfarið frá verkætlanini Ravni kann sammetast við ein timburhandil ella eina væl skipaða máltøkniliga goymslu, sum øll áhugað kunnu vitja og taka tilfar úr púra ókeypis.

Eitt frálíkt úrslit hava vit longu sæð við nýggju og snøggu appini VoisIT.

Eftir avtalu við Sjóndepilin hevur Fróðskaparsetrið tikið yvir tilfarið frá Ravni. Endamálið er at tryggja, at tilfarið støðugt verður dagført og ment og atkomuligt til ymisk máltøknilig endamál. Um somu tíð hevur Fróðskaparsetrið sett á stovn Máltøknidepilin, og 1. juli var eitt vísindastarvfólk, Iben Nyholm Debess, sett í starv á deplinum.

Samstarvið við Sjóndepilin og aðrar partar bæði í Føroyum og uttanlands heldur fram.

Máltøknidepilin er skipaður undir Føroyamálsdeildini og virkar í tøttum samstarvi við Náttúruvísindadeildina. Ein talukennarapallur, sum kann viðgera ljóðbrot, er so smátt við at verða mentur og kann longu roynast. Á Náttúruvísindadeildini er tað Barbara Scalvini, adjunktur, sum arbeiðir við máltøkni og nýggja talukennarapallinum.

Í næstum byrjar nýggja verkætlanin Faroese Megaword Corpus (FMC), sum hevur til endamáls at menna ein stóran og fjølbroyttan tekstagrunn.

Tekstagrunnurin verður hornasteinur í dátukervinum á Máltøknideplinum og fer at gagna nógvum verkætlanum umframt arbeiðinum við fleiri máltøkniligum loysnum í framtíðini.

Verkætlanin byggir á samstarv við Árnastovnin í Íslandi, og fíggingin er norðurlendsk. Harumframt verður longu granskað í maskintýðing og áskoðanargreining, sum eru sera hentar máltøkniligar funkur í bæði máltøkniligari gransking og vinnulívi. Komandi ár byrjar ein ph.d.-verkætlan í máltøkni á Máltøknideplinum.

Millum teirra, sum starvaðust í verkætlanini Ravni, vóru lesandi á Føroyamálsdeildini og føroysk málfrøðilesandi uttanlands umframt aðrir málfrøðingar í Føroyum og útlendskir serfrøðingar. Fleiri av teimum eru nú partur av máltøkniliga umhvørvinum, sum tekur seg upp á Fróðskaparsetrinum.

Alt arbeiðið á Máltøknideplinum er grundað á eina hugsjón um opinleika í tilfari, menning og gransking.

Fróðskaparsetur Føroya


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 07. september 2023

25 Leygardagur 09. september 2023

Dagstovnur í Hoyvík í 40 ár

Á hátíðarhaldinum vóru tvey starvsfólk heiðrað fyri trúgva tænastu

(Mynd: Tórshavnar kommuna)
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

Í gjár var lítið hátíðarhald í Dagsstovninum í Hoyvík í sambandi við, at stovnurin er 40 ár og at tvey starvsfólk høvdu starvsdagar.

Borgarstjórin, Heðin Mortensen, helt stutta røðu og nevndi, at 40 ár er rættiliga long tíð og umfatar eini tvey ættarliðsskifti, t.v.s., at mong av teimum, sum høvdu sína dagligu gongd í dagstovninum sum lítil børn, í dag bæði eru foreldur og eisini ommur og abbar. Yvir fjøruti ár tosa vit um túsundtals fólk.

- Eg skilji eisini, at nøkur hanga við, sum vóru her í 80’unum, og tað kann bara benda á, at her hevur verið góður trivnaður. Stovnurin var eins og fleiri aðrir sjálvsognarstovnur fram til fyrst í øldini. Og um hann onkuntíð hevur sæð eitt sindur viðtikin út, so hevur dygdin á arbeiðnum altíð verið tann besta, segði borgarstjórin millum annað.

Samstundis vórðu tvey av starvsfólkunum á stovninum, Beinta Leivsdóttir Andrésen og Valborg við Sandá heiðrað fyri drúgva tænastu í barnaansingini hjá kommununi.

Meira her 

[object Object]

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 07. september 2023

26 Leygardagur 09. september 2023

Nýggj symfonisk útseting av Norsku Løvu

Bjarni Restorff hevur útsett verkið hjá William Heinesen fyri symfoniorkestur

Bjarni Restorff (Savnsmynd: Ólavur Frederiksen)
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

23. og 24. september verður møguleiki at hoyra Føroya Symfoniorkestur spæla eina nýggja útseting av tónaverkinum Norska Løva eftir William Heinesen.

William Heinesen skrivaði upprunaliga verkið fyri klaver í 1963. Tað er Bjarni Restorff, sum nú hevur útsett tónarnar til symfoniorkestur.

Bjarni Restorff hevur greitt frá, at hann altíð hevur hildið, at verkið vildi verið sera væl egnað sum størri orkesturverk, tí tá er møguleiki fyri fleiri klangvariantum.

Í 2008 fekk Føroya Symfoniorkestur nýggju útsetingina av verkinum frá Bjarna, og í 2021 kom Norska Løva út sum bók við partituri og stemmum.

Bjarni Restorff er føddur í 1955, og starvast sum tónleikalærari á Tórshavnar Musikkskúla. Eisini hevur hann staðið á odda fyri Tórshavnar Manskóri í mong ár. Bjarni hevur eisini skrivað tónleik til blandað kór og manskór.

Í samband við konsertirnar fer Magnus Rasmussen at greiða frá søguna um Norsku Løvu, ið fórst í Lambavík í 1707.

Konsertirnar verða 23. september í Norðurlandahúsinum og 24. september í Mentanarhúsinum í Fuglafirði.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 04. september 2023

27 Leygardagur 09. september 2023

Konsert við heimsstjørnuni Paul Potts

Operasangarin sum vann Britain’s Got Talent í 2007 verður at hoyra í Norðurlandahúsinum 28. november

 
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Hann bleiv heimskendur fyri 15 árum síðan, tá hann var við í vælumtóktu sendingini Britain’s Got Talent. Síðani tá, hevur hann rørt hjørtu kring allan heim, við síni óvanliga sterku rødd.

Paul Potts frá Wales livir nú dreymin. Hann varð øll barndóms- og ungdómsárini happaður og er tað við til, at gera søguna um hann enn betur. Hann fann troyst í lokalu kirkjuni, har hann bleiv partur av kirkjukórinum og sum 16 ára gamal byrjaði hann at vera áhugaður í opera. Í 2007 stillaði hann upp í Britain’s Got Talent og byrjaði ferðin í móti toppinum longu til fyrstu audition, ið er ein hin mest sædda í søguni hjá Youtube.

Við stórum fjepparaskara í ryggsekkinum útgav hann fløguna ‘One Chance’ ið vísti seg at vera altjóða gjøgnumbrotið fyri Potts, tí fløgan var nummar 1 í 13 londum. Hann framførdi tvær ferðir í sendingini Oprah og byrjaði sína internationalu konsertferð.

Søga hansara er so hugtakandi, at ein filmur er gjørdur um walisisku songstjørnuna, ið ber heitið ‘one Change’ har høvuðsleikluturin verður spældur av kenda sjónvarpsvertinum og films-sjónleikarinum James Gorden og eisini filmurin, er sera væl umtóktur. Men søgan endar ikki har. Paul Potts hevur enn eins nógvar konsertir og hann hevði fyri 15 árum síðan, hann hevur framført meira enn 1000 ferðir í 45 londum, hann hevur útgivið 6 fløgur afturat, ið bæði innihalda egin løg eins og cover løg av kendum sangum. Paul Potts syngur alt frá kendum popp løgum, til egnar inniligar balladur – alt framført í vøkrum opera.

Konsertin verður í Norðurlandahúsinum 28. november.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 06. september 2023

28 Leygardagur 09. september 2023

Shu-bi-dua til Føroya

Shu-di-dua 2.0 hevur stóra jubileumskonsert í Føroyum í november. Eisini fara Dynamit, Herborg Torkilsdóttir og Eyðun Nolsøe at spæla

 
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Í ár eru liðin 50 ár, síðani kendi danski hittbólkurin Shu-bi-dua gav fyrstu sangirnar út. Í tí sambandi verður Shu-bi-dua endurreist, og tann 25. november kemur bólkurin til Føroya at hava stóra jubileumskonsert í Høllini á Hálsi.

Nú kalla teir seg Shu-bi-dua 2.0. Tríggir av føstu tónleikarunum í gamla Shu-bi-dua eru við í nýggju útgávuni av bólkinum. Teir eru Michael Hardinger, sum var við at stovna bólkin, Kim Daugaard og Jørgen Thorup, sum nú er væl upplagdur sangari. Aftrat sær hava teir fingið B-Joe, Kasper Daugaard og Flemming Olsen.

Upprunaligi sangarin í Shu-bi-dua, Michael Bundesen, varð álvarsliga sjúkur í 2011 og doyði í 2020. Tað hevði við sær, at Shu-bi-dua gavst at spæla sum bólkur í 2011. Nú hava familjan hjá Michael Bundesen og tónleikararnir í Shu-bi-dua tosað saman, og tey eru samd um, at Shu-bi-dua 2.0 skal hátíðarhalda tey 50 árini hjá bólkinum. Tað verður gjørt við konsertferð í Danmark og einari konsert í Føroyum.

Shu-bi-dua byrjaði at spæla í 1973, og árini eftir kom bólkurin við einum hitti fyri og øðrum eftir. Eitt nú "Den Røde Tråd", "Hvalborg", "We Wanna Be Free", "Vuffeli-Vov", "Står På En Alpetop", "Askepot", "Midsommersangen", "Sexchikane" og "McArine".

Eisini í Føroyum hevur Shu-bi-dua verið sera væl umtókt, og nú fáa føroyingar møguleikan at uppliva Shu-bi-dua hittkonsert.

Umframt Shu-bi-dua 2.0 spælir eitt tann størsti føroyski hittbólkurin, Dynamit, eisini hetta kvøldið, og somuleiðis fara Herborg Torkilsdóttir og Eyðun Nolsøe at framføra.
Konsertin verður í Høllini á Hálsi leygarkvøldið tann 25. november.

Atgongumerki kunnu keypast á heimasíðuni atgongumerki.fo

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 02. september 2023

29 Leygardagur 09. september 2023

Kvir tiltak í Perluni leygarkvøldið

Gender Bender-veitslan er partur av Faroe Islands International Minority Film Festival

Falito
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Perlan í Tórsgøtu er í ár karmur um um tað, sum fyrireikararnir kalla “tað feitasta kvir tiltakið í landinum” í leygarkvøld, tá Gender Bender aftur er á skránni

Tað er í sambandi við Faroe Islands International Minority Film Festival (FIMFF), at ein ordans veitsla verður hildin. Hetta er fimta árið á rað, at Gender Bender er á skránni, og hevur tað verið sera væl móttikið á hvørjum árið.

Tað er ein áhugaverd og fjølbroytt skrá í ár við bæði útlendskum og føroyskum nøvnum. Listafólkini, ið koma at vitja til Gender Bender eru Falito úr Noregi, Nabi Yeon Geisha úr Noregi, Lesbisk Lyd úr Danmark og Siriously úr Føroyum.

Peruvians-norska listafólkið, Falito (NO), er eitt natúrtalent frá ungum árum og hevur skapt ein persón ólíkum øðrum, vit kenna frá norska poppheiminum. Við íblástri úr hyperpoppheiminum, poppmentan og egnum upprunaarvi, hevur Falito skapt eina framtíðar-popphetju við yvirmenniskjaligari orku á pallinum og hugtakandi songframførslum.

Eisini úr Noregi kemur drag-listafólki, Nabi Yeon Geisha, ella Remi J. Hovda, sum hevur eitt skeið, ið kallast “The Art of Drag”, og starvast eisini sum drag í listabólkinum Princessilicious og sum framleiðari í Norwegian Drag Productions. Harumframt er hann fyriskipari av festivalinum Oslo Drag Festival. Alter ego hansara, Nabi Yeon Geisha, uppstendur, har søgukynstur, drag og framførsla møtast.

Lesbisk Lyd, bjóðar okkum eina "syng við for helviti" framførslu, við iblástri frá gamla politiska songarvinum frá kvinnurørsluni og øðrum rákum. Við støði í lægsta lesbiska felagsnevnaranum og sannføringini um, at øll kunnu syngja seg lesbiskan – ella í hvussu so er royna.

Siriously (FO) kenna vit úr ymsum samanhangum, sum drag queen, framførara, sangara, aktivist og almennan talara. Hon er altíð stuttlig og ágrýtin á palli og hevur enntá framført hvørt ár til Gender Bender.

Tað er 18 ára aldursmark og atgongumerki fáast til keyps á heimasíðuni torsgota.fo 

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 05. september 2023

30 Leygardagur 09. september 2023

Seks nýggjar bøkur frá Bókadeildini

Bøkurnar eru til allar aldursbólkar og sera ymiskar. Hesa ferð er eisini ein upprunaføroysk bók í hópinum: Flytifuglar, sum Elin á Rógvi hevur skrivað

 
SkrivaÐ:

Alda Nielsdóttir

Í ársins fimta bókaumfari gevur Bókadeildin út seks nýggjar bøkur.

Bøkurnar eru til allar aldursbólkar og sera ymiskar. Hesa ferð er eisini ein upprunaføroysk bók í hópinum: Flytifuglar, sum Elin á Rógvi hevur skrivað, skrivar Bókadeildin.

Um bøkurnar:

Góða nátt, Fívil
Stuttlig honddukkubók til minstu børnini. Nú er songartíð hjá Fívli, men hann má fyrst finna rætta staðið at leggja seg … Ger ævintýrið livandi – brúka honddukkuna, so verður tú Fívil!

David McKee hevur skrivað og myndprýtt.

Bókin er ein pappbók, 10 bls. og til børn, sum eru uml. 0-2 ár.

[object Object]


Augusturin – heimsins størsta ránsdjór
Anda djúpt inn og kava niður í loyniliga heimin hjá augustinum!

Augusturin er størsta partin av lívinum langt, langt niðri í tí myrka havinum. Tí vita vit ikki so nógv um tann loyndarfulla hvalin, men tað, sum vit veruliga vita, er ørandi! Visti tú til dømis, at augusturin er tað størsta ránsdjórið, sum nakrantíð hevur verið til? Hann hevur heimsins størstu tenn og heimsins størsta heila. Hjartað vigar fleiri hundrað kilo. Augusturin er førur fyri at halda ondini og vera undir í meira enn ein tíma, so hann kann kava so djúpt sum møguligt fyri at fanga tað besta, honum dámar, høgguslokk.

Lennart Eng hevur skrivað og teknað, og Guðrun Gaard og Jens Petur Gaard týddu úr svenskum.

Bókin er innbundin, 42 bls. og til børn, sum eru umleið 6-9 ár.

[object Object]

Dinosauravinir 5 og 6
Tvær nýggjar myndabøkur í væl umtóktu røðini um Dinasauravinir.

Bestu vinir
Trygvi vakir altíð Rasmus. Men ein morgunin kemur Trygvi ikki. Hvat er hent? Rasmus noyðist at fara einsamallur inn í tann óhugnaliga mýriskógin at leita eftir sínum besta vini. Og tað verður ikki júst frægari av tí, sum Babba Rex fortelur honum: at onkur hevur sæð ein løgnan og óhugnaligan flogdinosaur í skóginum.

[object Object]

Sjóskrímslið
Tað er ísur á vatninum, og Mamma Rex skipar fyri ísfiskikapping. Vinningurin er ein heil dós av makreli í tomatsós. Men hvør veit, hvørjir óhugnaligir skapningar lúra undir ísinum? Rasmus og Trygvi hava nógv yvirraskilsir fyri framman.

Lars Mæhle hevur skrivað, og Lars Rudebjer hevur myndprýtt. Silja Aldudóttir týddi úr norskum.

Bøkurnar eru innbundnar, 44 bls. og til børn, sum eru uml. 2-5 ár.

[object Object]

Flytifuglar
Ein spennandi føroysk krimi og ein søga um at vera tilflytari, sum ikki pyntar upp á veruleikan.

Hóast 11 ára gamla Mai hevur búð í Vestmanna í fleiri ár, er tað ringt at føla seg heima, tá eingin letur hana gloyma, at hon er øðrvísi. Tá ein drongur hvørvur sporleyst úr einum barnavogni, royna Mai og vinkonan Emma at finna hann. Dagarnir ganga, og leitanin tykist vónleys. Men knappliga stendur Mai við einum smábarni í ørmunum og má flýggja fyri lívinum, um hon skal bjarga sær sjálvari og barninum.

Elin á Rógvi hevur skrivað, og Høgni Egholm hevur gjørt permumynd og vignettir.

Bókin er innbundin, 132 bls. og til børn, sum eru umleið 10-12 ár.

[object Object]


Stjørnusjeikur
Eftir einum degi verður Mattias, summarsjeikurin hjá Karolinu, super kendur í øllum Norðurlondum. Hann blívur til ein, sum øll hava eina meining um og er ógjørligur at fáa fatur í. Tá nakrar privatar myndir leka út, má Karolina venja seg við ein heilt nýggjan gerandisdag við nærgangandi fjepparum, fjølmiðlum, fyriskiparum, sjónvarpssendingum og uppmerksemi, sum hon ikki hevur biðið um.

Ber tað yvirhøvur til at vera daman hjá einari superstjørnu?

Stjørnusjeikur er onnur bókin í stjørnusjeikarøðini.

Kirsti Kristoffersen hevur skrivað, og Vagnur Streymoy týddi úr norskum.

Bókin er heft, 230 bls. og til ung.

[object Object]

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 02. september 2023

31 Leygardagur 09. september 2023

Eitt stórt tyssi av føroyskum sendingum

Vetrarskráin í Kringvarpinum er farin í gongd, og eins og undanfarin ár er nógv gott og fjølbroytt tilfar á skránni

(Savnsmynd: Jens Kr. Vang)
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Vetrarskráin í Kringvarpinum er byrjað, og eins og undanfarin ár er nógv tilfar á skránni – bæði nýtt og gott gamalt. Tú kanst hugdýpa teg í poddvarpsrøðum, lata teg kveikja av dokumentarsendingum ella bara murra við til góðu rútmurnar í útvarpinum. Og alt kringvarpstilfarið er altíð tøkt á kvf.fo og á fleiri øðrum pallum. 

Nýggjar sendingar í útvarpinum
Í útvarpsskránni eru fýra nýggjar sendingar hesa vetrarskránna. “Vágskálin” er ein teirra. Talan er um eina ummælarasending, ið byggir á forvitni og upplýsing, har ymiskt mentanarligt tilfar verður ummælt, eitt nú bøkur, filmar, leikir og list. “Vágskálin” verður send mikudagar eftir tíðindini kl. 17.00. 

Gott tilfar verður hvønn leygardag fyrrapart. Frá kl. 10-12 fara vertirnir Leif Láadal og Ingi Rasmussen, saman við skiftandi gestum og paneli, at taka saman um vikuna, ið fór, í nýggju sendingini “Vikan”. Talan er um eina hugnaliga leygardagssending, har huglagið er “kaffi og morgunbreyð við eitt sindur av djúsi afturvið”. 

"Samværi" er nýggj røð, sum Dania O. Tausen og Beinir Bergsson leggja til rættis. Beinir og Dania, sum sjálv eru listafólk, hitta hvørja viku tvey onnur listafólk og tosa um list. Vertirnir tosa á jøvnum fóti við gestalistafólkini, og somuleiðis verða gestirnir bidnir um at seta seg inn í listina hvør hjá øðrum, soleiðis at samrøðan kann fara djypri inn í tilgongdir og smálutir. 

Kringvarpið eigur at bróta upp úr nýggjum og bjóða av – eisini á átrúnaðarliga økinum. Í hesi vetrarskránni verður sendingin “Skrivað stendur” á skránni, har Kári Sólstein og Armgarð Arge eru vertir. Í kirkjuni eru tvær tekstarøðir, sum eru sunnudagsins prædikutekstir. Hvat siga tekstirnir? Hesi aldargomlu orð, eru tey nýtilig enn í dag? Eitt skiftandi panel mannað av fólki, sum eru kend í almenna rúminum, viðger tekstin. Umframt nýggju sendingina hevur tað siðbundna tilfarið framvegis sítt fasta pláss á sendiøkinum. 

Fjølbroyttar dokumentarsendingar
Í sjónvarpinum er dokumentarur hvørt hóskvøld. Evnini eru fjølbroytt innan fyri mentan í breiðari merking – søgu, siðsøgu og samfelag. Í vetur kunnu vit m.a. gleða okkum til sendingina “Heim kæra heim” í trimum pørtum, har vit sleppa inn um dyrnar í níggju føroyskum húsum, sum eru vøkur og áhugaverd á ymiskan hátt. Eisini fara vit við Tórði Mikkelsen í Stóru Dímun.

Maria Winther Olsen og Anna Joensen-Næs hava aftur sett sær fyri at kanna, hvat hendir, tá ið fýra ung, fremmand fyri hvørjum øðrum, verða sett saman at tosa um tað, sum er torførast at tosa um. Hetta er onnur sesong av røðini “Sært tú meg”.

Umframt føstu sendingarnar sendir Kringvarpið í hesi vetrarskránni eisini frá nógvum tiltøkum og hendingum. T.d. frá Vísindavøkuni, virðislønahandanum, føroyskum dansi, nýggjárskonsertini, ítróttakappingum, gudstænastum o.m.ø.

Børn og ung
Í sjónvarpinum verður sent hvørt kvøld við blandaðum tilfari. Millum annað fara “Smábørn” aftur at fáa smílini fram á børnunum, vit fara at sløkkja eldar saman við Sløkki Sam, og spurnakappingin “Hvør veit?” fyri børn, har eini 500 børn kappast í 10 pørtum, verður í sjónvarpinum 10 fríggjakvøld á rað. Í juni kunngjørdi Kringvarpið barna-appina VIT, har ein rúgva av góða sjónvarpstilfarinum er tøkt.

Í barnaútvarpinum eru søgur, prát og spennandi leikir. Vit leggja fyri við at hoyra um føroyskar ítróttastjørnur. Allar útvarpssendingarnar finnur tú á barnasíðuni kvf.fo/vit.

Ungdómssíðan BIIT.fo, har ung framleiða til ung, er framvegis virkin og væl vitjað, og ein rúgva av poddum, greinum og videotilfari eru tøk. Nógv umhildna Gentuvesið heldur fram á biit.fo, og eisini Vetrarbiit verður aftur henda veturin.

Alt tilfarið hjá Biit er at finna á biit.fo og á Spotify.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 04. september 2023

32 Leygardagur 09. september 2023

Umhvørvisvirðisløn uttan føroyskar tilnevningar

Í ár verður Umhvørvisvirðisløn Norðurlandaráðsins latin persóni, felagsskapi ella fyritøku, sum arbeiðir við at menna klædnaídnaðin mótvegis eini meira burðardyggari leið

 
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

Onki føroyskt navn er á listanum yvir teir persónar, felagsskapir og fyritøkur, sum eru innstillað til at fáa umhvørvisvirðisløn Norðurlandaráðsins í ár. Hetta er annað árið á rað, at føroysk nøvn ikki eru í uppskoti til hesa virðisløn.

Mánadagin vóru nøvnini avdúkað, og tey innstillaðu koma úr Danmark, Noregi, Svøríki, tvey úr Finnlandi, Íslandi og Grønlandi.

Føroyar hava fyrr fingið hesa virðisløn. Seinast var tað Jens Kjeld Jensen í 2020 og undan tí Sev í 2015 og Bogi Hansen í 2006.

Umhvørvisvirðislønin er skipað eitt sindur øðrvísi enn hinar virðislønirnar hjá Norðurlandaráðnum, har tað eru lokalar dómsnevndir, sum innstilla nøvnini.

Viðvíkjandi umhvørvisvirðislønini er tað so, at almenningurin kann senda uppskot inn, og hartil er tað soleiðis, at hvørt ár verður valt eitt evni, sum virðislønin skal snúgva seg um.

Í ár verður virðislønin latin einum persóni, felagsskapi ella fyritøku, sum arbeiðir við at menna klædnaídnaðin og klædnabrúk mótvegis eini meira burðardyggari leið. Talan er um klædnavirki á øllum mótum, fá rávøruframleiðslu til sniðgeving, sølu, umvæling, endurnýtslu og burturbeining.

Umhvørvisvirðisløn Norðurlandaráðsins tekur tí útgangsstøði í trimum av heimsmálum ST fyri burðardyggari menning, nevniliga nummar 9 (Vinna, nýskapan og undirstøðukervi), nummar 12 (Ábyrgdarfull nýtsla og framleiðsla) og nummar 17 (Samstørv um heimsmálini)

Tey sjey tilnevndu eru

Copenhagen Fashion Week Sustainability Framework (Danmark)

Fæbrik (Noreg)

Renewcell (Svøríki)

Infinna / Infinited Fiber Cimpany (Finnland)

Paula Malleus / Remake EkoDesign (Finnland)

Rauði Krossin á Íslandi (Ísland)

Pikumini (Grønland)

Grønlendska felagið, ið er tilnevnt, er ein endurnýtsluhandil, sum hevur verið við til at fáa grønlendingar at fata dygdina í endurnýtsluklæðum, og sum á tann hátt hevur verið við til at broyta brúkaramynstrið hjá, serliga ungum, grønlendingum.

Meira her

Vinnarin av Umhvørvisvirðisløn Norðurlandaráðsins verður avdúkaður 31. oktober í sambandi við ársfundin hjá Norðurlandaráðnum í Oslo.

Hesir føroyingar hava verið tilnevnd umhvørvisvirðislønina seinastu árini: 2021: Matkovin. 2020: Jens-Kjeld Jensen (vinnari). 2019: Guðrun & Guðrun. 2015: Sev (vinnari). 2014: Bygdasamfelagið Gjógv. 

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 04. september 2023

33 Leygardagur 09. september 2023

CO2-málini hjá Bakkafrost fingið altjóða vísindaliga góðkenning

SBTi-góðkenningin merkir, at málini hjá Bakkafrost um at minka CO2-útlátið fram til 2030 eru í tráð við dagførda veðurlagsvísind. Tey samsvara sostatt við mest framsøkna málið í Paris-avtaluni, sum er at halda altjóða upphitingini undir 1,5°C.

Bakkafrost hevur sett 355 milliónir krónur av til at fremja neyðuga orkuskiftið í árunum 2024 til 2028
SkrivaÐ:

Jan Müller

Science Based Targets initiative (stytt SBTi) er ein altjóða viðurkend samgonga ímillum Carbon Disclosure Project (CDP), UN Global Compact, World Resources Institute (WRI) og WWF.

Fyritøkur senda málini inn, og SBTi ger eina óhefta gjøgnumgongd av teimum fyri at góðskustempla og tryggja, at tey liva upp til veðurlagsmálini í Paris-avtaluni.

- Bakkafrost hevur sett sær stór mál um at minka CO2-útlátið. Málini fevna tí bæði um beinleiðis ávirkan, sum fyritøkan hevur, og óbeinleiðis ávirkan, sum eitt nú keyptar vørur og tænastur, ferðir og veitarar hava á útlátið, sigur Regin Jacobsen, stjóri.

[object Object] 

- Vit kunnu nú endaliga staðfesta, at vísindin og burðardyggu visiónirnar hjá okkum samsvara, og tað eru vit sera fegin um.

Bakkafrost bindur seg at minka um beinleiðis útlátið hjá fyritøkuni við 50 prosentum áðrenn 2030. Umframt hetta skal óbeinleiðis ávirkanin minkast við 52 prosentum pr. tons av framleiddum vørum í sama tíðarskeiði.

CO2-málini fevna sostatt um beinleiðis útlátið í øllum samtakinum (vav 1 & vav 2), sum telur áleið 20% av samlaða útlátinum og fevnir millum annað um framleiðsluvirkir, kontór, bátar og smoltstøðir.

Tey fevna eisini um útlátið í veitingarketuni (vav 3), sum svarar til áleið 80 prosent av samlaða útlátinum og inniheldur millum annað allar rávørur, ferðir og flutning.

- SBTi-góðkenningin er enn ein liður í at tryggja, at vit áhaldandi minka um CO2-útlátið. Komandi árini fara vit at leggja enn størri dent á og seta enn fleiri pengar av til grøna orkuskiftið. Tað hevur eisini stóran týdning, at vit í samstarvi við veitarar tryggja, at vit arbeiða saman um at minka um CO2-útlátið í veitingarketuni, sigur Tordis Poulsen, samtaksstjóri fyri burðardygd.

[object Object]

Ætlanir eru lítið verdar uttan átøk. Tí hevur Bakkafrost sett 355 milliónir krónur av til at fremja neyðuga orkuskiftið í árunum 2024 til 2028.

Kelda: Bakkafrost

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 04. september 2023

34 Leygardagur 09. september 2023

Hetlendingar ætla sær til Føroya at kanna tunnlar

  Nú Hetland skal leggja til rættis framtíðar samferðsluútbyggingar og velja millum nýggjar ferjur og undirsjóvartunlar eru Føroyar og føroysku tunlarnir av álvara komnir undir sjóneykuna í Hetlandi.  

 
SkrivaÐ:

Jan Müller

Í miðlunum í Hetlandi og í Skotlandi við BBC á odda hava framtíðar tunnilsætlanir í Hetlandi alstóra raðfesting og kemst hetta av, at Hetland innan stutta tíð skal til at gera av, um oyggjalandið framhaldandi ynskir at varðveita mongu ferjusambondini millum oyggjarnar ella um landið ynskir at ganga “føroysku” leiðina og byggja undirsjóvartunlar. Fleiri av ferjunum, sum binda oyggjarnar saman, eru vornar gamlar og skulu skiftast út. Men sterkar røddir eru frammi í Hetlandi um, at undirsjóvartunlar eins og teir í Føroyum eru framtíðin.

Nú verður so kjakast um, í hvussu stóran mun undirsjóvartunlar skulu binda oyggjarnar saman og í hvussu stóran mun nýggjar ferjur. Hóast ferjutraditiónin er gomul og eigur lívið í smærri oyggjasamfeløgunum, eins og gevur arbeiði til nógvar íbúgvar, so strongja mong á at tunlar skulu avloysa í hvussu er nakrar av ferjunum. Pengar eru longu settir av til at gera tær fyrstu kanningarnar, men íbúgvarnir halda hetta gongur ov seint og hava tí sett á stovn áhugafelagsskapir, ið eru farnir at savna pengar inn til kanningararbeiðið.

Í vikuni legði “The Yell and Unst Tunnel Action Groups” fram úrslitið av fyrstu royndunum at fáa pengar til vega og er talan um hálva aðru mió. kr., sambært bæði Shetland Times og Shetland News.

Við hesum ynskja hetlendingar at vísa myndugleikunum sín stuðul til tunnilsfyrireikingarnar. -Vit kunnu ikki bara og sita og hyggja at, meðan okkara oyggjasamfelag dragnar afturút vegna gamlar og ótíðarhóskandi ferjur sigur umboð fyri felagsskapin. -Vit mugu arbeiða saman við at endurbyggja undirstøðukervið soleiðis at tað verður meira liviligt í oyggjunum hjá komandi ættarliðum.

[object Object]

Herfyri kunngjørdi skotski ráðharrin í bretsku stjórnini Alistair Jack, at stjórnin fer at stuðla útbygging av tunlum og fer at hava fund við SIC, hetlendsku stjórnina at umrøða framtíðar útbygging av samferðsluni millum oyggjarnar.

Tað liggur í kortunum, at útbyggingar fara at fevna bæði um nýggjar ferjur og undirsjóvartunlar. Stýrið í Hetlandi hevur annars sett av 700.000 pund til tess at menna eina “business case” fyri tunlarnar. Verkætlanin er longu í gongd.

[object Object]

Miðjað verður móti at gera fýra tunlar millum Unst, Yell, Whalsay og Bressay.

Umboð fyri tríggjar av privatu tunnilsfelagsskapunum, ið ynskja at gera part av kanningararbeiðinum, hava gjørt av at koma til Føroya seinni í hesum mánaðinum at læra av føroysku royndunum eitt nú, hvussu føroyingar hava megnað at fíggja stóru íløgurnar. Og her eisini hvussu nýggju tunlarnir hava ávirkað lívið og gongdina í økjunum tær binda oyggjar saman.

Sambært hetlendskum miðlum vóru umboð fyri føroysku byggifyritøkuna Articon herfyri á vitjan í Hetlandi fyri at umrøða tunnilsframtíðina og harvið eisini møguliga kunna geva sítt jaliga íkast til eina slíka samferðslumenning. 

Í Hetlandi hevur spurningurin um at endurnýggja samferðsluna millum oyggjarnar hægstu raðfesting, tí fleiri av verandi ferjum hava tænt sína tíð og eru vornar ov gamlar og ótíðarhóskandi umframt at tær hava stórt útlát og tí ikki hóska til grøna orkuskiftið, sum Hetland ynskir.

Tað hevur fingið leiðaran í hetlendska stýrinum at úttala, at spurningurin um undirstøðukervið er ryggurin í tí hetlendska samfelagnum og tí má hann fyri einhvønn prís raðfestast. Í dag telur ferjuflotin 12 ferjur, sum árliga flyta 750.000 ferðandi.

[object Object]

Keldur: Shetland Times og Shetland News og BBC


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 05. september 2023

35 Leygardagur 09. september 2023

Oljufelagið Equinor skal lata grøna orku til Mærsk

Nýggjasta bingjuskipið í flotanum hjá danska Mærsk, sum verður navngivið í komandi viku, fer at sigla við grønari orku, metanol, frá norska orkurisanum Equinor

 
SkrivaÐ:

Jan Müller

Ikki kann sigast annað enn, at her er talan um, at svart og grønt ganga hond í hond. Norska Equinor, sum upprunaliga varð eitt olju- og gassfelag burturav, hevur nú ment seg til at verða eitt orkufelag, sum á fleiri økjum hevur lagt seg á odda í grøna orkuskiftinum.

Herfyri tók felagið í brúk heimsins størstu flótandi havvindmylnulund, sum skal veita streym til tvær stórar norskar olju- og gassleiðir. Harumframt skal tað eisini framleiða grøn brennievni, sum eitt nú danska Mærsk kann gera sær dælt av. Í 2021 lat sama Equinor upp metanolverksmiðju í Noregi. 

Nýggja grøna Mærsk skipið, sum verður navngivið í næstum av ongum minni enn forkvinnuni í ES nevndini, Ursula von der Leyen, fer at eita Solstice.

Tað er bygt í Suðurkorea og er bert eitt av mongum líknandi skipum, sum danska reiðaríið hevur bílagt.

[object Object]

Fyri Equinor er hetta eisini ein spildurnýggj leið at ganga, nevniliga at brúka framtíðar flótandi vindmylnulundir til at framleiða grøn brennievni til skip.

- Vit eru sera fegin um samstarvið við Equinor, sum her hevur sett skjøtil á og ynskir at geva sítt týðandi íkast til grøna orkuskiftið. Tað hevur alstóran týdning at fáa tey stóru orkufeløgini við til at lata framtíðar grøn brennievni í stórum mongdum, sigur Rabab Boulos, leiðari fyri undirstøðukervinum hjá Mærsk, sambært miðlinum ShippingWatch.

[object Object]

Við meira enn 100 metanol riknum skipum í ordrabókini fer eftirspurningurin eftir framleiðslu av grønum brennievnum at vaksa, og tað fer hann at gera komandi árini sigur hann.

Avtalan við Equinor er tann triðja av hesum slag, sum Mærsk hevur gjørt fyri fyrsta nýggja grøna skipið. Talan er um skip, sum eru 10 ferðir minni enn tey stóru havgangandi konteynaraskipini.

Sáttmálin við Equinor sigur einki um, hvussu stórar nøgdir felagið skal lata ella hvør prísurin er. Men sambært avtaluni fevnir hetta um tíðarskeiðið frá september í ár til fyrra hálvár í 2024.

Í 2024 er ætlanin, at felagið European Energy, sum er við at byggja eina framleiðsluverksmiðju í Åbenrå,  lata grøn brennievni til skipið.

Mærsk hevur bílagt 25 bingjuskip, sum skulu kunna sigla við metanol ella vanligari bunkaraolju, tvs. tað tey kalla “dual fuel” tøkni. Skipini skulu latast Mærsk frá 2024 til 2027.

At Mærsk hevur gjørt tríggjar ymsar avtalur um veiting av grønum metanol er bert eitt dømi um, hvussu torført tað er at útvega grøn brennievni. Eisini prísurin er ein avbjóðing, tí bunkaraolja er nógv bíligari enn grønu brennievnini í løtuni.

Men so hvørt sum eftirspurningurin veksur og framleiðslan eisini, verður roknað við, at prísurin eisini fer at lækka. Men Mærsk metir tó, at grøn brennievni sum metanol í 2030 verða tvífalt so dýr sum svørt brennievni skrivar ShippingWatch.

Hjá Equinor fegnast tey um samstarvið við Mærsk. Equinor framleiðir metanol á verksmiðju síni í Tjeldberrgodden, og ætlar at gerast ein týðandi framtíðar veitari av grønum metanoli til m.a. skip sigur Alex Grant, sum stendur á odda fyri flótandi rávørum hjá Equinor.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 08. september 2023

36 Leygardagur 09. september 2023

Afrika slept uppá fjall í veðurlagspolitikkinum

Í hesum døgum eru 18.000 umboð og 30 statsleiðarar úr Afrika á veðurlagsráðstevnu í Nairobi, har tey fyrireika seg til komandi ST COP28 ráðstevnuna seinni í ár. Afrika er hart rakt av veðurlagsbroytingum, sum ríki heimurin eigur ábyrgdina av. Men tey ríku londini aftra seg við at stuðla Afrika í grøna orkuskiftinum

 
SkrivaÐ:

Jan Müller

Talan er um fyrstu ráðstevnu á slíkum slag í Afrika. Hvussu ávirka veðurlagsbroytingarnar Afrika og hvussu slepst undan ringastu avleiðingunum av teimum og hvør skal rinda eru mál ovast á breddanum at viðgera á ráðstevnuni í Nairobi. Endamálið er eisini at finna rætta boðskapin at hava við sær til stóru ST veðurlagsráðstevnuna COP28 í Dubai í Sameindu Arabisku Emeratunum í november í ár.

Afrika er í teirri støðu, at heimsparturin er sera hart raktur av veðurlagsbroytingunum, og hevur Afrika sera avmarkaðar møguleikar at fyribyrgja og standa ímóti avleiðingunum av veðurlagsbroytingunum, har turki og skerpingur gera sera nógv um seg.

Meira enn 110 milliónir íbúgvar í Afrika eru beinleiðis raktir av veðurlagsbroytingunum veit norska NRK at siga frá. Høvuðsspurningurin er, hvussu hesi skulu tillaga seg broytingarnar, sum tey ikki sjálvi eru orsøkin til.

Á fleiri undanfarnum ST veðurlagsráðstevnum hevur spurningurin um hjálp til Afrika at gerast partur av grøna orkuskiftinum við eitt nú íløgum og beinleiðis stuðuli til londini í hesum heimspartinum verið fremst á skránni. Men tað er so ikki blivið til meira en orð og lyfti. Ein boðskapur, sum uttan iva fer at koma fram á ráðstevnuni í Kenja í hesum døgum, er enn einaferð at minna ikki minst ríku londini í Vesturheiminum, sum standa fyri mesta av útlátinum og harvið orsøkini til ringu støðuna í Afrika, at halda síni lyfti og veita beinleiðis stuðul.

Hóast Afrika er sera ríkt uppá varandi orkukeldum so sum bæði vind, sól og vatnorku, so gongur tað seint hjá íleggjarum í umheiminum at gera íløgur í Afrika.

Tey ríkaru londini vilja skógarhøggingini í heiminum til lívs fyri at steðga CO2 útlátinum, og her er Afrika í teirra støðu, at nógvir íbúgvar vinna til  lívsins uppihald við at høgga skógirnar niður og brúka tær til brenni. Skal henda gongdin steðgast, so má okkurt annað koma ístaðin.

Millum luttakararnar á ráðstevnuni í Naroibi er eisini ST aðalskrivarin António Guterres. Hann heitti í síni røðu á ríkasta partin av heiminum um at stuðla Afrika umframt at hjálpa Afrika við at menna varandi orkukeldur. 

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 05. september 2023

37 Leygardagur 09. september 2023

Sanna Marin fer úr finskum politikki

Fyrrverandi finski stjórnarleiðarin hevur fingið starv sum ráðgevi hjá The Tony Blair Institute for Global Change

Tá Sanna Marin sum 34 ára gomul gjørdist forsætisráðkvinna, gjørdist hon samstundis eisini yngsti stjórnarleiðari í heiminum (Mynd: EPA)
SkrivaÐ:

Alda Nielsdóttir

Fyrrverandi finska forsætisráðkvinnan Sanna Marin hevur fingið nýtt starv og fer harvið úr finskum politikki.

Sambært fleiri altjóða miðlum, skal hon vera strategiskur ráðgevi hjá The Tony Blair Institute for Global Change, ein stovnur, sum veitir ráðgeving til stjórnir og politiskar leiðarar kring allan heimin. The Tony Blair Institute varð stovnað í 2016 av fyrrverandi bretska forsætisráðharranum, Tony Blair.

37 ára gamla Sanna Marin var forsætisráðkvinna í tíðarskeiðnum desember 2019 til juni 2023. Tá hon tók við sum stjórnarleiðari fyri nærum fýra árum síðani, gjørdist hon samstundis yngsti forsætisráðharri í heiminum.

Eftir at sosialdemokratiski flokkurin tapti valið í apríl, boðaði Sanna Marin frá, at hon fór at leggja frá sær sum floksleiðari, og nú hevur hon boðað frá, at hon sigur sessin í finska ríkisdegnum frá sær. Hon varð fyrstu ferð vald á ting í 2015.

Sanna Marin sigur, sambært Ritzau, at hon er spent uppá nýggja leiklutin, og heldur hon eisini, at hann fer at gagna alt Finnland.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 07. september 2023

38 Leygardagur 09. september 2023

Finnland steðgar søluni av Pepsi

Sølan av PepsiCo er nú steðgað í finskum matstovum, eftir at fyritøkan er mett at vera ein av teimum fyritøkunum, sum hjálpa Russlandi

(Mynd: EPA)
SkrivaÐ:

Lív Rúnadóttir

Sølan av Pepsi vørum melur væl runt í Russland, hóast framleiðslan er steðgað. Orsakað góðu gongdina, er fyritøkan, sambært ukrainum, mett at vera ein av teimum fyritøkunum, sum hjálpa russum í krígnum.

Tað kann geva Pepsi álvarlsigar avleiðingar, at fyritøkan er koyrd á slíkan lista.

Týsdagin kunngjørdi finska tingið, at sølan av Pepsi vørum steðgar í finskum matstovum. Orsøkin er, at finnar ikki ynskja at stuðla einari fyritøku, ið samstarvar við Russland.

Hetta er ein ávaring frá finnum til PepsiCo, um at steðga søluni í Russlandi. Hugsast kann, at onnur lond velja at gera tað sama, um sølan heldur áfram í Russlandi.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 08. september 2023

39 Leygardagur 09. september 2023

Vinnulívsmaðurin Mohamed Al-Fayed deyður

Egyptiski vinnulívsmaðurin, sum eisini var pápi Dodi Al-Fayed, unnustanum hjá Dianu prinsessu, andaðist undanfarna mikudag, 94 ára gamal

Mohamed Al-Fayed í 2007 (Mynd: EPA)
SkrivaÐ:

Alda Nielsdóttir

Egyptiski vinnulívsmaðurin Mohamed Al-Fayed er deyður, 94 ára gamal.

Al-Fayed var fyrrverandi eigari av fótbóltsfelagnum Fulham, og átti m.a. eisini kenda marglætishotellið Ritz í Paris.

Mohamed Al-Fayed var pápi Dodi Al-Fayed, filmsframleiðara, ið var kendur sum unnustin hjá bretsku Dianu prinsessu. Dodi Al-Fayed og Diana prinsessa lótu bæði lív í eini ferðsluvanlukku í 1997.

Al-Fayed andaðist í London mikudagin 30. august av natúrligum orsøkum. Hann varð jarðaður við London Central Mosque farna vikuskiftið, skriva altjóða miðlar.

Hann varð føddur í egyptiska býnum Alexandria í 1929, og byrjaði sína yrkisleið við at selja sodavatn. Síðani arbeiddi hann sum sølumaður, áðrenn hann byrjaði at gera íløgur innan bygging og flutning.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 02. september 2023

40 Leygardagur 09. september 2023

Sverri til OL í Paris

Við at gerast nummar tvey í hálvfinaluni í HM í Beograd fríggjamorgunin tryggjaði Sverri Sandberg Nielsen sær eitt pláss í A-finaluni sunnudagin og OL næsta summar

(Savnsmynd: Balint Czucz)
SkrivaÐ:

Alda Nielsdóttir

Fríggjamorgunin tryggjaði miðvingurin Sverri Sandberg Nielsen sær eitt pláss í A-finaluni í HM í Beograd. Harvið hevur hann eisini tryggjað sær luttøku á olympisku leikunum í Paris næsta summar.

Sunnudagin vann hann innleiðandi róðurin, mikudagin vann hann fjórðingsfinaluna, og í gjár gjørdist hann nummar tvey í hálvfinaluni.

[object Object]

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 08. september 2023

41 Leygardagur 09. september 2023

Lewandowski var snildur og náðileysur

VAR var partvíst avgerandi, tí Poland kom á odda við heldur ivasomum brotssparki í 73. minutti. Barcelona-áleyparin økti tíggju minuttir seinni – Føroyar vóru annars væl við leingi

Odmar Færø og hinir høvdu fínt tamarhald á Robert Lewandowski og hinum meginpartinum av dystinum, men so kom bólturin í armin á Odmari (Mynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

Varsjava, Poland (Portalurin) - Í fyrra hálvleiki fingu Føroyar hótt Poland væl til tíðir og samstundis nærum hildið heimaliðnum frá stórum málmøguleikum. Órógv var millum polsku spælararnar og áskoðarnar, og á veg til hálvleiks hoyrdust nógv buh-róp.

Jóan Símun Edmundsson hevði ein stútara á mál í byrjanini av dystinum eftir gott innlegg frá Sølva Vatnhamar, og Jóannes Bjartalíð var millimetrar frá at snilt dribla seg í góða skot støðu í polska brotsteignum. Føroyar hóttu vertirnar í nøkrum støðum og sum heild gjørt tað trupult fyri teir fyrstu 45 minuttirnar.

Seinni hálvleikur var øðrvísi. Føroyska liðið fekk oftast vart brotsteigin væl, men var kroyst og fekk als ikki stoytt aftur og brotið rútmuna eins og í fyrra hálvleiki. Robert Lewandowski rakti yvirleggjaran við stútara, fekk næstan ein ein móti einum og í nøkrum førum ruddaðu okkara vekk í síðstu løtu – serliga var Sonni Ragnar Nattestad stinnur har.

Ymisk tekin vóru, og tað helt tíverri ikki til eitt flott føroyskt stig. Tá beint undir tjúgu minuttir vóru eftir, fekk Poland brotsspark. Bólturin kom heilt tilvildarliga í armin hjá Odmari Færø, sum “ikki var uppá pláss”, men støðan var sum so vandaleys, og sterki miðverjin fekk ikki tíð at gera nakað serligt, tí polendingurin frammanfyri megnaði ikki at temja bóltin. VAR “bað” høvuðsdómaran fara út at hyggja, og so visti man hvat klokkan hevði sligið. Peikað varð á brotssparksblettin, og Lewandowski var ísakaldur.

[object Object]
Mathias Lamhauge var sum heild ógvuliga tryggur í málinum - Lewandowski lumpaði hann tó tvær ferðir (Mynd: Sverri Egholm)
 

Tað var 35-ára gamli Barcelona-áleyparin eisini tíggju mintutir seinni, tá hann varð spældur leysur, eftir at bólturin datt til polending á føroysku hálvuni. Føroyska verjan tyktiskt at koma uppá pláss, men nummar níggju vísti, hví hann er tilnevndur til Balon d'Or, og hví hann hevur skorað so nógv á høgum stigi. Lewandowski lyfti bóltin í longra málhornið, og so fór luftin úr føroyingunum og dystinum.

2-0 á útivølli móti Polandi er væl áleið tað, sum kann væntast. Føroyar vóru við í dystinum í 80 minuttir, bjóðaðu av fyri steðgin, stríddust og vardu fyri tað mesta fyrimyndarliga. Tó megnaðu okkara ov lítið við bóltinum eftir steðgin og komu ongantíð heilt úr trýstinum.

Ymiskt kann takast víðari hjá Håkani Ericson og toymi, sum nú skal fyrireika seg til Moldova á heimavølli sunnudagin: Heilt onnur dystarmynd í væntu og samsvarandi krøv til føroyska liðið.

EM-undankappingarbólkur E
Hósdagin 7. september
Poland - Føroyar 2-0 (0-0)
73': Robert Lewandowski (br.)
83': Robert Lewandowski

Áskoðaratal: 54.129

Føroyar: 5-4-1 (3-4-3): Mattias Lamhauge - Gilli Rólantsson Sørensen (74': Jóannes Kalsø Danielsen), Hørður Askham, Odmar Færø, Sonni Ragnar Nattestad, Viljormur Davidsen (L) - Sølvi Vatnhamar, René Shaki Joensen (74': Jákup B. Andreasen), Gunnar Vatnhamar (88': Stefan Radosavljevic), Jóannes Bjartalíð (61': Brandur Heindriksson Olsen), Jóan Símun Edmundsson (61': Klæmint Olsen)

Hesir komu inn í 2. hálvleiki: Brandur Hendriksson Olsen, Klæmint Andrasson Olsen, Jákup Biskopstø Andreasen, Jóannes Kalsø Danielsen og Stefan Radosavljevic

Kekkia - Albania 1-1

Støðan eftir fýra umfør: 

Kekkia 8 stig 
Albania 7 stig
Pólland 6 stig
Moldova 5 stig
Føroyar 1 stig

[object Object]Hesir 11 byrjaðu inni á PGE Narodowy Stadion í polska høvuðsstaðnum (Mynd: Sverri Egholm)

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 07. september 2023

42 Leygardagur 09. september 2023

Ongantíð hava so nógv fólk sæð Føroyar beinleiðis

Yvir 54.000 áskoðarar vóru á stóra pólska tjóðarleikvøllinum hóskvøldið, og harvið er 17-ára gamalt føroyskt met tikið

(Mynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

Varsjava, Pólland (Portalurin) - Fyrst buh'aðu tey. Síðani kundu tey fegnast saman við Robert Lewandowski á PGE Narodowy.

Trýst var á Polandi, og nógv av teimum beint yvir 54.000 áskoðarum løgdu trýst á, tá tað gjørdist greitt, at heimaliðið hevði trupulleikar við at fáa hol á móti Føroyum.

Einaferð áður hevur føroyska A-landsliðið við monnum spælt fyri yvir 50.000 áskoðarum. Tað var fyri beint yvir 17 árum síðani, 2. september 2006, í á Celtic Park í Glasgow.

Tá vann Skotland heili 6-0, og nógvir føroyskir áskoðarar vóru eisini til staðar.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 07. september 2023

43 Leygardagur 09. september 2023

Tríggjar ferðir Jørgen og trý stig til Føroyar

Ógvuliga flott avrik og 3-2 sigur hjá U21 í Armenia - Jørgen Nielsen gjørdi bart við tveimum áleyparamálum eftir innlegg frá Signari á Brúnni, umframt snildum langskoti

19-ára gamli B68-áleyparin av Glyvrum, Jørgen Nielsen, var ógvuliga effektivur í dag og skoraði trý heilt góð mál og harvið hattrikk (Mynd: FSF)
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

Føroyska U21-landsliðið hevur aftur gjørt tað. Í nógva hitanum á grasvøllinum í Armenia hósdagin stríddust og strevaðust okkara ungu menn og vunnu 3-2. Tað var 19-ára gamli Jørgen Nielsen av Glyvrum, sum veruliga gjørdi bart. B68-áleyparin skoraði øll føroyski málini. Harvið hevur liðið nú fýra stig fyri tveir dystir í EM-undankappingini.

Mótstøðuliðið var Hvítarussland (Belarus). Orsakað av krígsstøðuni varð dysturin spældur í Armenia. Hetta hóvaði helst føroyingunum fínt. Í fyrra hálvleiki rakti "heimaliðið" stongina og yvirleggjaran, meðan Føroyar og Jørgen Nielsen gagnnýttu sín einasta møguleika.

Føroyska leiðslumálið kom eftir gott innlegg frá Víkinga-bakkinum, Signari á Brúnni, og sannførandi stútara við aftaru stong. Hetta var tíggju minuttir fyri steðgin, og Jørgen gjørdi eisini bart í fyrsta føroyska álopinum í 2. hálvleiki. Aftur legði Signar bótlin úr høgru móti einsamalla føroyska 9' aranum, miðverji fór skeivur av bóltinum, og so kundi Jørgen Nielsen kaldliga temja bóltin fyri síðani at leggja hann niður í longra málhorn. 2-0 og so kundi tað ikki gerast nógv betri hjá Jørgeni og Føroyum.

Í 59. minutti fór Gullbrandur Øregaard til stroks. Stóri og sterki miðvallarin var ein motorur saman við hinum miðvallaranum úr næstbestu norsku deildini, liðformanninum Noah Mneney. Gullbrandur gav áleypara sínum bóltin, og tað var eitt gott hugskot. Jørgen sá, at málverjin stóð langt úti og smekkaði til úr stórar fjarstøðu. 

Sambært bolt.fo, er hetta er fyrstu ferð, at ein føroyskur leikari hevur skorað hattrik í U21-undankappingardysti. Við málunum er Jørgen Nielsen longu undir liðuni á Stefani Radosavljevic sum mest skorandi føroyski U21-landsliðsspælari nakrantíð. Fimm mál í fýra dystum er úrtøkan hjá Jørgeni, og hattrikkið í dag var nóg mikið til at vinna.

Hetta hóast heimaliðið svaraði aftur tvær ferðir, Ari Petersen noyddist at gera stórbjarging og eitt sindur stóð á seinastu løtuna. Málið til 2-3 kom í yvirtíðini. Føroyska verjan var annars stinn og stórt avrik hjá Eyðuni Klakstein, Atla Gregersen og teirra ungu monnum.

Føroyar eru í løtuni á odda í undankappingarbólkinum við fýra stigum fyri tveir dystir. Kroatia og Portugal hava tó ikki spælt enn - Kroatia vitjar í Klaksvík týskvøldið týskvøldið klokkan 18.

U21 EM-undankapping, bólkur G
Hósdagin 7. september, Armenia
Hvítarussland - Føroyar 2-3 (0-1)
35' Jørgen Nielsen (Signar á Brúnni) 0-1
48' Jørgen Nielsen (Signar á Brúnni) 0-2
59' Jørgen Nielsen (Gullbrandur í Horni Øregaard) 0-3
73' Hleb Rouda 1-3
90+3' Hleb Jakusevic 2-3

Føroyska liðið: Ari í Haraldstovu Petersen Petersen, Signar á Brúnni, Børge Petersen, Áki Johannesen, Elias Rusborg, Ási Dam (95': Jákup Vilhelmsen), Áki Samuelsen (95': Jónas Warner), Gullbrandur Øregaard (79': Aron Ellingsgaard), Noah Hans Mneney, Olaf Bárðarson (65': Heini Sørensen) og Jørgen Nielsen (79': Gutti Dahl-Olsen).

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 07. september 2023

44 Leygardagur 09. september 2023

Stuttur steðgur hjá Skála

Skála hevur tryggjað sær uppflyting til bestu deildina

(Savnsmynd: Jens Kr. Vang)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Skála verður aftur at síggja í fremstu fótbóltsdeildini hjá monnum. Við sigri 4-1 sigri móti B36 farna vikuskiftið tryggjaði liðið sær uppflyting til Betri deildina.

Skálamenn fluttu niður í fjør saman við NSÍ, men seinasta árið hevur gingið væl millum teir næstbestu.

Úrtøkan má sigast at hava verið góð í ár. 17 vunnir dystir, ein javnleikur og trý tap eru tað blivin til í 21 umførum.

Enn eru seks umfør eftir at spæla. Støðan í løtuni er hendan:

Skála 52 stig
NSÍ 48
Víkingur II 37
KÍ II 32
B71 28
B36 II 27
HB II 27
FC Hoyvík 25
B68 II 17
EB/Streymur II 6


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 02. september 2023

45 Leygardagur 09. september 2023

Hálvfinalurnar vera 4. og 11. oktober

Kappingarnevndin hjá FSF hevur avgjørt, at seinna hálvfinalan millum B68 og EB/Streym verður mikudagin 11. oktober. Seinna hálvfinalan millum HB og 07 Vestur verður 4. oktober

Eftir ætlan skuldu B68 og EB/Streymur spæla seinnu hálvfinaluna sunnudagin, men tá dysturin skuldi bríkslast í gongd, var so mikið nógvur vindur á Svangaskarði, at dómarin, Jóhan Hendrik Ellefsen valdi at avlýsa (Mynd: Jens Kr. Vang)
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Veðrið má sær sjálvum ráða, og tað mugu vit bara enn einaferð staðfesta. Veðrið er eisini ein stór avbjóðing fyri tey, ið leggja ymisku kappingarnar hjá Fótbóltssambandi Føroya til rættis, og hetta kom aftur til sjóndar sunnudagin, tá sundalagsmenn vitjaðu á Toftum.

Eftir ætlan skuldu B68 og EB/Streymur spæla seinnu hálvfinaluna sunnudagin, men tá dysturin skuldi bríkslast í gongd, var so mikið nógvur vindur á Svangaskarði, at dómarin, Jóhan Hendrik Ellefsen valdi at avlýsa.

Og nú hevur kappingarnevndin hjá FSF avgjørt, at seinna hálvfinalan millum B68 og EB/Streym verður mikudagin 11. oktober. Fyrri dysturin endaði 3-0 til toftamenn.

Í hinari hálvfinaluni dystast HB og 07 Vestur. Seinna hálvfinalan teirra millum verður mikudgain 4. oktober, eftir at fyrri dysturin endaði við javnleiki 1-1.

Finalan um Løgmanssteypið verður á Tórsvølli leygardagin 4. november.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 04. september 2023

46 Leygardagur 09. september 2023

KÍ-kvinnurnar taptu stórt

Heldur ikki í ár eydnaðist tað kvinnunum hjá KÍ at spæla seg víðari í Champions League

(Savnsmynd : Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Lív Rúnadóttir

Mikudagin taptu KÍ-kvinnurnar stórt á serbisku meistarunum. Dysturin endaði heili 7-0. 

Støðið uttanlands er væl hægri, enn í heimligu kappingini, og tískil kundi man eisini væntað, at mótstøðan fór at vera hørð. Hvussu hørð, var tó ilt at siga. Eftir dystin ber tó til at staðfesta, at hetta var ein ov stór avbjóðing hjá KÍ. Tískil eydnaðist tað teimum heldur ikki ár at spæla seg víðari í Champions leauge. 

Tað vóru 90 strævnir minuttir hjá KÍ-kvinnum. Longu eftir 19 minuttir løgdu serbisku meistararnar seg á odda 1-0, og tá farið var til hálvleiks, var støðan 3-0. KÍ kláraðu ikki rætta uppá úrslitið í seinna hálvleiki, og tískil gjørdist endaliga úrslitið 7-0. 

Í dag skulu kvinnurnar spæla um 3. og 4. plássi í sínum Champions Leauge undanbólki, har tær annaðhvørt møta HB Køge (DK) ella KuuPS (Finnland).


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 06. september 2023

47 Leygardagur 09. september 2023

StÍF gjørt avtalu við tríggjar danir

Kasper Sommer er 21 ár, og spældi seinasta ár við HEI Håndbold 3. deild og flutti liðið upp til 2. deild

Egi Gothard Danielsen, formaður í StÍF, og Kasper Sommer, leikari (Mynd: StÍF)
SkrivaÐ:

Alda Nielsdóttir

StÍF hevur gjørt ein sáttmála aftrat við danskan leikara, Kasper Sommer.

Kasper er 21 ár, og hevur hevur 2022-2023 spælt við Senior HEI Håndbold 3. deild og flutti liðið upp til 2. deild. Í 2019-2022 spældi Kasper við U17-U19 Sportstar College í Ikast 1. deild A. Hann er góður duell-leikari og hevur gott skot, skrivar StÍF.

StÍF hevur nú styrkt mansliðið við tilsamans trimum leikarum úr Danmark: Christian Bonde (strikuleikari), Mikkel Sønderaard (høgri bakkur) og Kasper Sommer (vinstri bakkur).

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 04. september 2023

48 Leygardagur 09. september 2023

Brasilska Talita skal spæla við EB komandi kappingarár

EB hevur gjørt avtalu við 26 ára gamla vinstra bakkin Talitu Alves Carneiro, sum hevur verið við til at vinna tvey brasilsk meistaraheiti og verið partur av brasilska landsliðnum

Talita Alves Carneiro á Eiði (Mynd: EB)
SkrivaÐ:

Alda Nielsdóttir

EB hevur gjørt avtalu við 26 ára gamla vinstra bakkin Talitu Alves Carneiro, um at spæla við kvinnuliðnum hjá EB komandi kappingarár, skrivar felagið í tíðindaskrivi.

Talita er útbúgvin fysioterapeutur, og kemur úr býnum Ponte Nova, sum liggur á eystursíðuni tætt við stórbýðin Belo Horizonte. Hon hevur spælt meginpartin av síni hondbóltyrkisleið í Brasil, har hon millum annað hevur verði við til at vinna tvey brasilsk meistaraheiti.

Í 2020 kom Talita til Evropa at spæla - fyrst í Turkalandi, síðani í Spania. Síðsta kappingarár spældi hon við rumenska liðnum Baia Mare.

Talita er partur av Brasilianska bruttolandsliðshópinum. Hon hevur spælt 10 landsdystir, og var partur av brasilianska liðnum, sum endaði á 6. plássi til HM í 2021. Í løtuni fyrireika tær seg til pan-amerianska meistarheitið í oktober og HM í november-desember.

Umframt at spæla kemur hon at hava ábyrdina av styrki og skaðafyrbyrgjandi venjingunum hjá ungdómsleikarunum hjá EB, skrivar felagið.

EB leggur út í SMS-deildini í morgin við heimadysti móti StÍF.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 02. september 2023

49 Leygardagur 09. september 2023

Súkkla Miðalsbrekkuna á Vestmannadøgum

Skipað verður fyri serligari súkklukapping í Vestmanna leygardagin - øll kunnu vera við, men avbjóðingin er stór

 
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Í dag klokkan 13 skipa Vestmanna Kommuna og Tórshavnar Súkklufelag fyri forkunnugari súkklukapping. Avbjóðingin er at súkkla Miðalsbrekku.

Teinurin er bert hálvanannan kilometur, men tað eru 120 hæddarmetrar, og í løtum er brattarstigið yvir 20 prosent.

At súkkla brekkur er vælumtókt í Englandi, og verða hesar skipaðar um heystið, tá veðrið ofta ikki er til vildar til at súkkla longu teinarnar. Hetta er fyrstu ferð at slík kapping verður roynd í Føroyum.

Stutti teinurin ger, at øll kunnu verða við, og fyriskipararnir vóna, at nógv vilja royna seg.

Brekkan er tó so avbjóðandi, at ein má geva alt ein eigur fyri at fáa eina góða tíð og vinna heiðurin King or Queen of the mountain.

Til eina brekkukapping ber til at taka alla óneyðuga vekt av súkkluni, og vera í løttum klæðum. Tað er ofta so, at tað ikki eru tey sum vinna langteinar sum vinna brekkukappingar. Tí er lagt upp til eina sera spennandi kapping.

Øll eru vælkomin at royna seg. Tilmelding er á Reyða Torgi frá kl.13, og fyrsti súkklari fer avstað kl. 13.30. Aftaná verður vinningur latin til besta mann, kvinnu, U23 og vestmenning.

Tað er krav at súkklarin er í hjálmi.

Til ber at parkera bilar við ítróttarhøllina, har tað eisini er atgongd til skiftirúm.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 04. september 2023

50 Leygardagur 09. september 2023

Gull og silvur til Bragdið

Jónas Isaksen og Eiri Jógvansson Glerfoss gjørdust nummar eitt og tvey til danska ungdómsmeistaraskapið farna vikuskiftið

 
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Aftur heiðursmerki til føroyska frælsa ítrótt. Jónas Isaksen og Eiri Jógvansson Glerfoss runnu leygardagin til danska ungdómsmeistaraskapið.

Og tað gekk væl í 100 metrum. Ógvuliga væl. Tí við tíðini 10,23 sekund var Jónas Isaksen fyrstur á mál, og næstur á mál var Eiri Jógvansson Glerfoss við tíðini 10,38 sekundum.

Vindurin var ov nógvur til, at hetta telur við sum met, men hetta eru nógv tær skjótastu føroysku tíðirnar nakrantíð.

Carl Bruce Aabo kom á mál sum nummar trý við tíðini 10,46 sekund.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 02. september 2023

51 Leygardagur 09. september 2023

Sarah Mahfoud móti argentinskari legendu

Dysturin móti Marcela Acuña kann geva møguleika til aftur at boksa ummeistaraheiti

(Savnsmynd)
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

7. oktober skal dansk-føroyski boksarin Sarah Mahfoud aftur í ringin, og mótstøðukvinnan hesaferð er royndi argentinski boksarin Marcela Eliana Acuña. Vinnur Sarah henda dystin, so skuldu góðir møguleikar verið til aftur at fáa sleppa at boksa um okkurt meistaraheiti.

Acuña verður lýst sum ein legenda innan kvinnuboksing, og tað eru tveir fyrrverandi heimsmeistarar, sum 7. oktober hittast um Silver Championship í fjøðurvekt hjá WBC-boksisamgonguni í Royal Arena á Amager.

Marcela Acuña er 46 ára gomul, og hevur boksað professionelt síðan 1999. Í løtuni er hon styrkismett sum triðsterkast í heiminum hjá bæði WBC og WBO í bantamvekt og nummar 7 hjá WBA í fjøðurvekt. Hon hevur 53 sigrar, tveir ósigrar og níggju javndømdar dystir í skjáttuni. 20 av teimum 53 sigrunum eru avgjørdir áðrenn tíð.

33 ára gamla Sarah Mafoud hevur boksað 14 dystir sum professionell, harav hon hevur vunnið 13. Tríggir av dystunum hava verið HM-dystir.

Sarah liggur nummar eitt á styrkilistanum hjá IBF, nr. 2 hjá WBO, nr. 3 hjá WBC og nummar 8 hjá WBA. Amanda Serrano, sum Sarah tapti ímóti í september í fjør, situr á øllum HM-heitunum í løtuni.

Fleiri spennandi boksidystir eru á stóru stevnuni, Danish Fight Night, í Royal Arena 7. oktober.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 06. september 2023

52 Leygardagur 09. september 2023

Nýggj samstarvsavtala um antidoping

Anti Doping Danmark hevur í nógv ár verið ein góður samstarvsfelagi og hevur veitt eina sera góða tænastu, og samstarvsavtalan ger, atantidopingarbeiðið í Føroyum er komið í eina trygga legu, sigur Anti Doping Føroyar

Jónas Þór Næs, formaður í Anti Doping Føroyum og Kim Højgaard Ravn, stjóri í Antidoping Danmark (Mynd: Anti Doping Føroyar)
SkrivaÐ:

Alda Nielsdóttir

Í undanfarnu viku hava umboð fyri Anti Doping Danmark verið á vitjan í Føroyum. Endamálið við vitjanini var m.a. at undirvísa dopingeftirlitsfólkunum í Føroyum og at undirskriva samstarvsavtalu við Anti Doping Føroyar. Harumframt var eisini fundur við FSF um ymisk viðurskifti.

Endamálið við at gera eina samstarvsavtalu við Anti Doping Danmark er, skrivar Anti Doping Føroyar, at tryggja, at vit í Føroyum eru dagførd í mun til tey krøv, ið verða sett dopingmyndugleikum.

Anti Doping Danmark hevur í nógv ár verið ein góður samstarvsfelagi og hevur veitt eina sera góða tænastu, og samstarvsavtalan ger, atantidopingarbeiðið í Føroyum er komið í eina trygga legu.

– Vit hava eitt sera gott samstarv við Anti Doping Danmark. Við samstarvsavtaluni hava dopingkontrollantar í Føroyum møguleikar at útbúgva seg gjøgnum útbúgvingarnar, sum Anti Doping Danmark skipar fyri. Sostatt er avtalan við til at tryggja fakliga støðið hjá dopingkontrollantum í Føroyum, sigur Jónas Þór Næs, formaður í Anti Doping Føroyum.

Umframt at taka dopingroyndir er ein av uppgávunum hjá Anti Doping Føroyum at kunna fólk um antidoping.

– Kunning til ítróttasambond og íðkarar er ein rættiliga týðandi partur av arbeiðnum hjá okkum. Í hesum sambandi tryggjar avtalan við Anti Doping Danmark, at vit kunnu brúka undirvísingartilfar um antidoping og talgildu undirvísingarpallarnar, sum Anti Doping Danmark hevur, leggur Jónas afturat. Hann sigur, at hetta ger arbeiðið hjá Anti Doping Føroyum munandi lættari.

Stjórin í Anti Doping Danmark, Kim Højgaard Ravn, er eisini sera væl nøgdur við samstarvið við Anti Doping Føroyar.

– Vit eru ógvuliga glað fyri framhaldandi samstarvið við Anti Doping Føroyar. Vit hava altíð havt eitt sera gott samstarv við starvsfelagar okkara í Føroyum, bæði tá talan er um vegleiðing til dopingeftirlit og til undirvísing. Tíbetur ger nýggja avtalan, at hetta góða samstarvið heldur fram”, sigur Kim Højgaard Ravn.

Hava tikið 20 royndir - men eingin positiv

Higartil í ár eru 20 dopingroyndir tiknar av føroyskum ítróttafólki. Royndirnar eru tiknar í hesum ítróttagreinum:

  • Innirógving: 3
  • Rógving: 6
  • Fótbóltur: 4
  • Vektlyfting: 3
  • Kurvabóltur: 4

Eingin positiv roynd er tó tikin higartil í ár. Anti Doping Føroyar hevur varhugan av, at føroysk ítróttafólk eru tilvitaði um antidoping, og er hetta at fegnast um, sigur felagið, sum hevur sett sær fyri at taka einar 40-50 royndir í ár.

Venjingarmiðstøðirnar eru eisini fevndar av føroysku lóggávuni. Ætlanin hjá Anti Doping Føroyum er at fáa samstarvsavtalur við venjingarmiðstøðirnar soleiðis, at hesi kunnu lýsa við, at doping ikki er loyvt í teirra venjingarhølum.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 04. september 2023

53 Leygardagur 09. september 2023

Eyðun Johannessen in memoriam

Føroya fyrsti leikstjóri er deyður, 85 ára gamal

(Mynd: Jens Kr. Vang)
SkrivaÐ:

Kinna Poulsen

Hesin mánadagurin er myrkagráur og endaleysur eins og vætan úr erva. Mjørki og surk og beint nú datt eitt blað av hyllitrænum uttan fyri gluggan. Fuglarnir, sum í alt summar hava látið og sungið bæði tíðliga og síðla, sita nú púra kúrrir. Teir hava helst longu fingið frænir av hesum, eg júst nú fekk boð um, at Eyðun granni er farin. Hann fer tískil ikki aftur at sita í havanum við avís og kaffi við sínum serstaka forvitna og reysta høvuðburði. Æviga svongu útiløguketturnar fara ikki aftur at fáa ræstan fisk í undirskálum frá Eyðuni og hann fer ongantíð aftur at læna ein supputerning til sós. Tað gjørdi hann bara einaferð, men tað var óluksáliga stuttligt og sjálvt um eisini tað er langt síðani, so fyllir tómrúmið av Eyðuni Johannessen júst sum hann sjálvur í mong ár fyllti sum menniskja og listafólk. Hann var 85 ár nú hann doyði í Keypmannahavn, har hann búði, tó at hann eisini mangan búði í húsunum í Rabarbukvarterinum, t.d. í sambandi við leiklistaligar arbeiðsuppgávur í heimbýnum.

Eyðun Johannessen, ið var føddur í Havn 28. apríl í 1938, var Føroya fyrsti yrkissjónleikari og leikstjóri. Saman við øðrum sjónleikarum stovnaði hann leikbólkin Grímu, ið hevur havt risastóran týdning bæði fyri leiklistina, sjónleikaraumhvørvið og ungar sjónleikarar, men eisini meira breitt fyri føroysku listfatanina og tað væl at merkja í einum landi, har yrkislistin ikki kom til skorin klæði. Eyðun Johannessen starvaðist frá 1979 til 1986 sum rektari á sjónleikaraskúlanum í Aarhus og setti upp fleiri stórleikir t.d. Lykke-Per (Aarhus Teater 1988, tikin upp í DR 1989). Í 1997 kom hann á heiðurslistan hjá Statens Kunstfond yvir listafólk, ið fáa veiting fyri lívið ella “livsvarig ydelse” og í 2001 fekk hann Mentanarvirðisløn Landsins fyri sítt leiklistaliga avrik. Eyðun Johannessen fekk saman við Tove Jacobsen, sjónleikarakvinnu trý børn, Olaf, Anniku og Nicolinu. Nú Eyðun legði árar inn, var tað sum ein ríkur maður við heili tíggju abbabørnum umframt einum langabbabarni.

Sum yrkissjónleikari, leikstjóri og fyriskipari hevur Eyðun Johannessen so dyggiliga sett sítt árin á leiklistina í Føroyum og í Danmark. Leiklistarliga avrikið fevnir bæði um tað fólksliga sum Fólk og Dólgar í Kardemummubýnum hjá Torben Egner, ið mong okkara gleðast um, tá tað nokk so javnan hoyrist í Barnaútvarpinum. Men Eyðun Johannessen hevur eisini sum leikstjóri tulkað bókmentalig og dramatisk stórverk hjá t.d. Williami Heinesen, Henrik Ibsen, Samuel Beckett og August Strindberg; verk, ið hava ríkað okkum og gjørt okkum klókari. Sum leikstjóri megnaði hann at gera altjóða klassikarar viðkomandi fyri samtíðaráskoðaran við at leggja dent á eksistentiella leitan og tvístøður, ið vit kendu aftur og sum vit lærdu av ikki minst tí rótfestið var føroyskt. Tað var ikki uttan týdning, at sálmabrotið, sum varð floytað, meðan teir bíðaðu eftir Godot, var føroyskt (Harra Guð, títt dýra navn og æra) og at tann, sum tulkaði Beckett fyri okkum, kendi okkara mentan innanífrá. Eyðun Johannessen hevði ein serligan kærleika fyri samtíðardrama, hann leikstjórnaði og var við til at frumframføra nýggjar føroyskar leikir á Tjóðpalli Føroya; Tóm Rúm (2014), sum Marjun Kjelnæs skrivaði og Havfrúgvin (2016) hjá Jóanesi Nielsen. 2005 var H. C. Andersen Fagnaðarár í Danmark. Ein røð av listafólkum vóru tá tilnevnd at vera H.C. Andersen ambassadørar. Millum hesi var Eyðun umboðandi Føroyar. Eyðun hevði sostatt eitt slag av dupultum ambassadørleikluti, ið fevndi um bæði H.C.Andersen og Føroyar.

Í 2018, tá ið Eyðun fylti 80, skipaðu hann og Sprotin fyri kvøldsetu á Reinsarínum har nýútgivna bókaverkið, Míni leikapetti, var lagt fram við einastandandi fínu portrettmydini hjá Torbirni Olsen á permuni. Míni leikapetti eru endurminningar frá einum drúgvum og týdningarmiklum sjónleikaralívi. Hesar herligu endurminningar eru góðar at eiga ein dag sum í dag. Við inniligari samkenslu við familju og næstringar drýpa vit høvur í sorg, men við ævigum takksemi fyri føroyska leiklistavarðan, Eyðun Johannessen.

Skrivað hevur: Kinna Poulsen, listaportal.com 

Myndir: Jens Kr. Vang

[object Object]

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 04. september 2023

54 Leygardagur 09. september 2023

Nú Eyðun fór um sýn

Eitt minnisbrot:

(Mynd: Jens Kr. Vang)
SkrivaÐ:

Árni Dahl

Ein dagin í 1960 ella var tað í 1961 situr ein ungur maður í stovuni hjá okkum í Klaksvík, Eyðun Johannessen úr Havn.

Hann hevði lokið útbúgving á leiklistaskúlanum í Keypmannahavn – var tá um 23 ára aldur. Heldur lágvaksin men sjáldsama livandi í andlitsbrái og dugdi væl at práta.

Mamma setti nátturða á borðið, og pápi fór eftir fløskuni og beyð honum eitt glas – men høviskliga segði hann nei takk. Hann skuldi til arbeiðis, á pall í “Atlantis bio”.

Nú var eg fermdur, og hetta kvøldið fór eg við mammu og pápa til leik.

Einki tjald fyri pallopinum. Eingi leiktjøld. Maðurin kom bara inn við einum krakki á herðunum – setti hann á pallgólvið við beinunum upp í loft, og so legði hann frá landi.

Stundum var krakkurin eitt far, sum sigldi ægin blá, stundum ein sessur, síðan eitt borð, eitt akfar, ein vøkstur í fríu náttúruni. Tú sat bergtikin frá fyrstu løtu.

Hann var einsamallur á palli, men kortini vóru aðrir leikarar á palli – hann leikti teir allar.

Hann er bæði Faust og Mephisto. Hann ber fyrst fram inngangin:

“Tit nærkast aftur, támar tokumyndir,
sum, eitt sinn áður, ól mín syrgna sjón.
Skal eg nú steðga tykkum her eitt sindur?
Kann eggja sinnið enn mín ungdómsvón?
Tit streingja á: ein sjón sum fjallatindur,
tá sól sær gjøgnum tokutám á lón,
og aftur ungur er mín barmur heima
hjá rúnarandum, sum um fylgið sveima.”

Hetta stórverkið um lærda mannin Heinrich Faust, hevði Goethe skrivað, og Louis Zachariassen av Kirkju í Fugloy hevði týtt.

Og so er Eyðun bæði Jeppi og Nilla í kenda leiki Holbergs.

Hann spælir brot úr Shakespeare-leiki.

Og nú er hann unglingin Peer úr Noregi, sum fer út at fjakka í stóru verð, úr Gudbrandsdalinum, í Dovregubbens hal, til Sahara og Kairo og heim aftur. Og so er hann mamman og undurfulla unnustan, Solvejg, sum bíðar honum á heimastrond.

Og so endar Eyðun við Hans Andriasi í Áarstovu og yrkingini um hin bjartoygda dáan

Og tey stadnandi øksini.

Og tú situr bergtikin, tá ið maðurin takkar teimum 12-15 áskoðarunum, ið komnir eru at hyggja og lýða á.

Ber veruliga til hjá einum manni at vera fleiri persónar sama stívliga tíman?

Bæði kallur og kona?

Bæði ungur og gamal?

Ja, eru fleiri veruleikar til?

Eftir sýningina býður mamma honum niðan aftur á Heygar at fáa sær ein drekkamunn. “Tjaldrið” liggur á Kósini og skal til Havnar móti nátt. Hann svølgir ein bita, áðrenn hann tekur krakkin á bakið, takkar fyri seg, og tá ið eg leggi meg hetta kvøldið, kenni eg meg ríkan, men spyrji eisini meg sjálvan: Hvussu man fara at gangast hesum unga manni á lívsins yrkisleið?

*

Jú, sanniliga gekst Eyðuni væl. Hann skipaði fyri sjónleikaraskeiðum í Havn, alt fyri eitt hann nýútbúgvin kom heim, og vit, sum gingu á læraraskúla seinnu helvt av sekstiárunum, sóu á fyrsta sinni leikir hjá stóru leikhøvundunum: Strindberg, Ionesco, Tjekhov, Wilder, Ibsen og Dario Fo. Í 1966 setti hann á pall leikin um Nólsoyar Páll, sum abbi hansara, Kristin í Geil, hevði skrivað – “Ófriðarligar tíðir”.

Og í 1969 komu fyrstu leikirnir hjá Steinbirni B. Jacobsen á pall.

Árini 1970-73 leikti og leikstýrdi hann á Århus teatri og flutti so heim aftur. Tá kom eg at kenna hjúnini Tove og Eyðun, tí eldra dóttirin, Annika, kom at ganga í heimsins fittasta 4. flokki, har eg var flokslærari.

Øll árini síðani hava vit havt samband, vit týddu Dario Fo fyri “Grímu”, sóust regluliga, skiftu orð um føroyska leiklist og droymdu um Tjóðleikhús.

Og tá ið Forlagið Fannir fór at geva út leikritarøðina LEIKRIT í 2010, fegnaðist Eyðun og stuðlaði uppundir: “Tey standa her á hillini so litføgur sum perlur á snóri” skrivaði hann fyri nøkrum árum síðani, og nú ið 34. leikritið er farið til prentingar, fer í viðmerkingunum at bera til at lesa um Eyðun, sum hjálpti til at seta leikir upp í Hvalba og á Tvøroyri og samskifti við vágbingar um leik, sum har skuldi spælast.

Hann lyfti føroyska leiklist av amatørstigi upp á yrkisleiklistaligt støði – hann bygdi tjóð.

Eyðun er deyður, men minnið um hann fer at liva, so leingi klettarnir standa.

Árni Dahl


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 06. september 2023

55 Leygardagur 09. september 2023

Erhardt Næs lagt árarnar inn

-

 
SkrivaÐ:

Minningarorð / Ítróttasamband Føroya

Tann 31. august bórust boðini um, at Erhardt Næs, fyrrverandi formaður ÍSF, var farin um sýn.

Erhardt var føddur og vaks upp í Hvalba, men kom til Havnar í 1946 at arbeiða.

Hann gjørdist skjótt partur av ítróttaumhvørvinum i Havn, og var tað serliga kappróðurin, ið hevði hansara áhuga. Og tað var eisini innan kappróðurin, at lunnarnir vórðu lagdir til langa lívið hjá Erhardt innan ítróttafyrisiting.

Erhardt var formaður í Havnar Róðrarfelag árini 1954 til 1959, og aftur 1962 til 1964. Hann var eisini eitt skeið formaður í Tórshavnar Ítróttarráð. Í 1962 varð hann valdur í nevndina fyri Ítróttasamband Føroya, og sat hann í henni til hann legði frá sær í 1978. Árini 1964 til 1975 sum skrivari og frá 1976 til 1978 sum formaður.

Árini Erhardt var nevndarlimur í ÍSF hendu nógvar broytingar.

Fyrstu fimm árini Erhardt sat sum nevndarlimur, varð ÍSF stjórnað av eini sjey-manna nevnd, ið hevði alla ítróttafyrisiting um hendi. Frá 1967 varð Ítróttasambandið umskipað, soleiðis at ovasta leiðslan varð myndað av eini 3 manna starvsnevnd, meðan ymsu ítróttagreinarnar vórðu skipaðar í sjálvstøðugar deildir, sum løgdu egnu kappingar sínar til rættis.

Nógv var á skránni hesi ár. M.a. varð arbeitt við at vinna føroyskari ítrótt altjóða viðurkenning. Og í 1970 eydnaðist hetta, tá ið hondbóltur, sum fyrsta ítróttagrein í Føroyum, fekk fyribils limaskap í altjóða ítróttasambandi; ein limaskapur sum í 1974 varð broyttur til fullan limaskap í altjóða hondbóltssamgonguni International Handball Federation.

Tá Erhardt í 1978 legði frá sær sum formaður ÍSF, var fyrireikandi arbeiðið at umskipa Ítróttasambandið byrjað. Hetta arbeiði hevði millum annað við sær, at Fótbóltssamband Føroya varð sett á stovn í 1979 sum fyrsta sersamband innan ÍSF. Ítróttasambandið fekk tá tann bygnað, vit kenna í dag, har ítróttagreinarnar eru skipaðar í sjálvstøðug sambond, sum øll eru limir í meginfelagsskapinum ÍSF.

Fyri drúgva arbeiði sítt fyri føroyska ítrótt hevur Erhardt fingið silvur- og gullmerki ÍSF, umframt at hann er heiðraður við hægsta heiðursmerki Ítróttasambandsins, gullmerki við bjálka.

Farin um pensjónsaldur leitaði Erhardt sær aftur til røturnar, og flutti suður til Hvalbiar at búgva.

Seinastu árini hevur hann verið búsitandi í eldrasambýli í heimbygdini, til hann nú sum 95 ára gamal legði árarnar inn.

Vit lýsa frið yvir minnið um fyrrverandi formann ÍSF, sum í áratíggju tænti føroysku ítróttini á besta hátt


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 04. september 2023