Lat aftur Yvirlit list articles in edition

Leygardagur 16. september 2023 | Nr. 37 | Árgangur 4 | Kr. 0,00

Nýtt fuglaslag fyri Føroyar skrásett á Føroyabanka

SíÐa 3

1 Leygardagur 16. september 2023

Góðan lesihug og gott Vikuskifti

Nýggj útgáva hvønn leygarmorgun kl. 7

Oddagrein

Fyri barnsins besta

Áhugavert kjak hevur verið hesa vikuna um góðskuna í føroyska fólkaskúlanum, og serliga um hvussu nógvir næmingar skulu vera í hvørjum flokki.

Eitt álit er skrivað av kønum fólki, sum mæla til, at talið av næmingum í hvørjum flokki verður sett niður frá núverandi 24 næmingunum – í praksis er tað 26 – og niður í 20. Tí 20 verður mett hóskandi um lærarin skal ‘náa út til’ hvønn einasta næming, sum tað kallast á námsfrøðimáli í dag.

Endamálið er at betra um góðskuna í undirvísingini, so næmingarnir gerast betri, ikki bara fakliga, men sosialt og sálarliga.

Neyvan er nakar, sum hevur nakað ímóti at undirvísingin av komandi ættarliðunum verður optimerað, tí hvør ynskir ikki alt tað besta fyri okkara eftirkomarar?

Men tað er jú við hesum, sum við øllum øðrum, tá tað snýr seg um politikk: Tað er einans ein spurningur um vilja og pengar. Tað er ikki nóg mikið, at viljin er til staðar, um pengarnir ikki fylgja við.

Nú eru vit vælsignað við einum landsstýrismanni við barna- og undirvísingarmálum, sum nærum flýtur yvir í vælvild fyri sínum málsøki. Hann er við upp á alt, sum kann bøta um korini hjá okkara børnum.

Og nú kom hann eisini at lova, at hann fór at ganga tilmælinum í áðurnevndu frágreiðing á møti við at broyta lóggávuna soleiðis, at hægst loyvda næmingatal í hvørjum skúlaflokki verður sett niður á 20, galdandi longu frá komandi skúlaári.

Kanska hevði maðurin ikki rokna upp á avleiðingarnar áðrenn útmeldingina, og tí ljóðar lyftið nú, at í fyrstu átløgu verður hetta bert galdandi fyri flokkarnir, sum byrja komandi skúlaár, altso fyrsta árgangin.

Landsstýrismaðurin hevur einans ábyrgdina av tí, sum fer fram í skúlanum, altso undirvísingini, lærarunum. Fleiri flokkar krevur fleiri lærarar, men tað er landsstýrismaðurin sinnaður at fíggja – tað snýr seg jú um barnsins besta.

Men rammurnar – hølini, skúlarnir – er ábyrgdin og útreiðslan hjá kommununum, og borgarstjórin í Havn var skjótur úti við roknimaskinuni og segði, at ein niðurskurður upp á næstan 25 prosent merkir, at tað verður tørvur á skúlastovum svarandi til ein heilan skúla afturat. Tað ber sjálvandi ikki til.

Akkurát her, sum við øllum øðrum løgtingsuppskotum, sum hava beinleiðis ávirkan á kommunalan búskapin og rakstur, er ikki skilagott at fremja umfatandi broytingar og nýskipanir, við virknaði beinanvegin. Kommunurnar skulu ikki bara takast við í viðgerðina, tær skulu eisini fáa møguleika at tillaga seg broytingarnar.

Tí eigur mannagongdin at vera, at landsstýrið ella samgongan boðar frá síni ætlan, fyri síðan at samtykkja lógaruppskotið, við eini rímiligari skiftistíð, so kommunurnar hava møguleika fyri at tillaga síni skúlaviðurskifti til nýggju krøvini.

 

SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

  • Blaðið

    Stovnað 2020

    Útgevari: Knassar

    Upplag: 2244

    Lisnar síður: 9763

    Dagført 10. hvørt sekund
  • Samband

    tel. 20 80 80

    [email protected]



    Ingi Samuelsen

    Redaktørur

    [email protected]

    tel. 22 22 73


  • Borgar Kristiansen

    Lýsingarráðgevi

    [email protected]

    tel. 23 66 01

2 Leygardagur 16. september 2023

Livar Nysted og teir givnir

Livar Nysted og hinir umborð á Hermione eru harmir um støðuna í dag, nú avgerð er tikin um at stinga í sekkin og eru nú á veg til lands

 
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Báturin Hermione legði 17. august frá landi í Pond Inlet, og teir átta menninir umborð hava síðani róð útnyrðingsleiðina.

Havrógvarin Livar Nysted er ein av rógvarunum, og hann boðaði hósdagin frá, at teir gevast, og sigla til lands.

- Veðurforsagnarnir eru daprar nakað fram í tíðina. Nú tað so langt útligið, at fleiri halda tað ikki vera ráðiligt at halda fram. Sjalvur kundi eg hugsað mær at roynt eitt sindur afturat, men tað er so ikki undirtøka fyri tí, greiðir Livar Nysted frá á Facebook.

[object Object]

Útnyrðingsleiðin er norðasta leið til Kyrrahavið. Síðani Roald Amundsen og hansara menn vóru fyrstir at royna hana í 1906, hava bara 352 skip silgt har.

Livar greiðir frá, at teir hava mótstreym, og hóast motorurin er settur á sigla teir bara trý sjómíl. Teir hava sett kós móti nærmasta býi, sum er 40 fjórðingar burtur, Cambridge Bay.

[object Object]

Livar Nysted sigur, at báturin Hermione verður standandi í Cambridge Bay í ár, og so er ætlanin at gjøgnumføra túrin næsta ár.

700 fjórðingar eru eftir at rógva. Tað er ikki nógv, men allíkavæl er tað nógv sigur hann, og samanber at tað er longri enn úr Føroyum til Danmarkar.

Livar Nysted er sjónliga vónbrotin at teir gevast og ivast í, um hann verður við til at gjøgnumføra túrin næsta ár.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 14. september 2023

3 Leygardagur 16. september 2023

Nýtt fuglaslag fyri Føroyar skrásett á Føroyabanka

Føroyabanki hevur eitt avbera ríkt náttúrumargfeldni

 
SkrivaÐ:

Silas Olofson

Seinastu vikuna hava vit gjørt yvirlitstrolingar við Jákup Sverra á Føroyabanka. Har er ikki bara fiskur í sjónum, men eisini heilt nógv av sjófugli at síggja. M.a. stórskrápar, gráskrápar, vanligir skrápar, atlantiskan urðarskráp, lundapisur og mangt annað.

Hetta vísir, at Føroyabanki hevur eitt avbera ríkt náttúrumargfeldni.

Fríggjadagin var ein sera sjáldsamur fuglur skrásettur, tá hann legði leiðina fram við Jákup Sverra. Talan er um ein Desertasmarjall (Pterodroma deserta) – á enskum Desertas petrel. Eisini mánadagin legði ein Desertasmarjallur leiðina framvið - tað er tó ikki greitt um talan er um sama fugl ella tveir ymiskar fuglar.

Fýra sløg av marjallum líkjast avbera nógv. Skurvutur marjallur (Pterodroma mollis) var áður roknað sum eitt slag, men m.a. DNA-kanningar hava víst, at talan er um fýra ymisk sløg. Skurvutur marjallur eigur á sunnaru jarðarhálvu, Madeiramarjallur eigur við Madeira, Kap Verdemarjallur eigur við Kap Verde og Desertasmarjallur eigur á oynni Bugio nærhendis Desertas út frá Madeira.

Sløgini eru sera trupul at greina við vissu, men eg var so heppin at fáa so frægar myndir, at serfrøðingurin Robert Flood hevur staðfest, at talan er um ein Desertasmarjall. Áhugavert er, at stovnsmetingin sigur, at bert millum 140 og 260 pør av Desertasmarjalli eru til í heiminum – og tey eiga øll á oynni Bugio. Hetta er sostatt helst sjáldsamasta fuglaslagið, sum hevur verið í Føroyum í nýggjari tíð.

Í 2009 var er marjallur sæddur við Lítla Dímun, men slagið kundi ikki staðfestast. Fuglurin á Føroyabanka er sostatt fyrsta skráseting av Desertasmarjalli í Føroyum.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 14. september 2023

4 Leygardagur 16. september 2023

Elisabeth Hummeland fekk Ársins herðaklapp

– Hóast hon sjálv er komin nakað til árs, fer hon av sínum eintingum við eldri til handils, koyrir tey trúføst til lækna, til Havnar, vitjar eldri borgarar í bygdini og gongur túrar við teimum

Elisabeth Hummeland fekk Ársins herðaklapp 2023 (Mynd: Vestmanna kommuna)
SkrivaÐ:

Alda Nielsdóttir

Í sambandi við Vestmannadagar heiðrar Vestmanna bygdaráð persóni ella felagsskapi, sum hevur skarað framúr til gagns fyri fólkið og Vestmanna bygd, og farna vikuskiftið varð Elisabeth Hummeland heiðrað.

– Hetta hevði eg ikki væntað. Tað má vera tað størsta at blíva ársins Vestmenningur, segði Elisabeth.

Dómsnevndin – mannað av bygdarráðslimunum Sáru Jógvansdóttir, Eyðun Hansen og Inga Olsen – høvdu hetta at siga um Elisabeth Hummeland, sum fekk Ársins herðaklapp 2023:

– Í sínum ungu árum var hon virkin í Ungmannafelagnum Geilini, í sjómanskvinnuringinum, í VÍF og í sjónleikaralívinum, sum tá var í bygdini.

– Hóast hon sjálv er komin nakað til árs, fer hon av sínum eintingum við eldri til handils, koyrir tey trúføst til lækna, til Havnar, vitjar eldri borgarar í bygdini og gongur túrar við teimum. Hon er glað, blíð, fyrikomandi og altíð klár til eitt prát. Takk fyri tað, ið tú gert.

Ársins herðaklapp varð avdúkað í sambandi við, at kommunan hevði bjóðað til felags morgunmat í ítróttarhøllini, og sambært kommununi møttu áleið 800 fólk upp.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 09. september 2023

5

Størv

Fulltikin dekkari til Bakkafoss

Meira Umsóknarfreist: 16. oktober 2024

Dataleiðari til Føroya Tele

Meira Umsóknarfreist: 13. oktober 2024

Spennandi lestrarstarv á HR- og fyrisitingardeildini hjá Atlantic Airways

Meira Umsóknarfreist: 28. oktober 2024

Deildarleiðari til Byggimálsdeildina

Meira Umsóknarfreist: 21. oktober 2024

Samskiftisfólk til Sev

Meira Umsóknarfreist: 19. oktober 2024

Roðin søkir eftir sjúkrarøktarfrøðingum, heilsurøktarum og heilsuhjálparum til demensdeildina, Suðurstovu.

Meira Umsóknarfreist: 17. oktober 2024

Kervistøkningur til Elektron

Meira Umsóknarfreist: 20. oktober 2024

Starvsfólk til KAFÉ FAE á flogvøllinum

Meira Umsóknarfreist: 16. oktober 2024

Løgfrøðingur til Sev - endurlýsing

Meira Umsóknarfreist: 13. oktober 2024

Góðskuleiðari til kryvjivirkið á Strondum

Meira Umsóknarfreist: 25. oktober 2024

Speditørur

Meira Umsóknarfreist: 13. oktober 2024

Nettøkningur til Elektron

Meira Umsóknarfreist: 20. oktober 2024
6 Leygardagur 16. september 2023

Verkfall hóttir Sjúkrahúsverkið

Sjúkrarøktarfrøðingarnir hava vrakað semingsuppskot frá Semingsstovninum

(Savnsmynd: Ólavur Frederiksen / Faroephoto)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Hesa vikuna semingsroynd verið gjørd millum Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar og Lønardeildina hjá Fíggjarmálaráðnum, men hóskvøldið varð semingsuppskot vrakað.

Tað vóru sjúkrarøktarfrøðingarnir sum vrakaðu uppskotið.

- Harvið er semingin endað, segði Terje Sigurðsson, semingsmaður, við útvarpið.

Og tað kann enda við, at verkfall verður í Sjúkrahúsverkinum.

- Semingsuppskotið liggur ov langt burtur frá tí vit halda, vit skulu hava burturúr hesum samráðingunum, segði Óluva á Gong, forkvinna í Felagnum Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar, við kringvarpið.

- Vit fara nú at hugsa okkum um í nakrar dagar, og so fara vit at taka støðu til hvat skal henda. Verkfall er natúrlig fylgja tá samráðingar slitna, men nú mugu vit síggja, sigur forkvinnan.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 14. september 2023

7
Leygardagur 16. september 2023

Broytingar framdar í fiskavirkisskipanini

Avleiðingarnar eru millum annað, at tey, ið eru í fiskavirkisskipanini, skjótari kunnu koma í vanligu arbeiðsloysisskipanina

(Savnsmynd: Hagstovan)
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Eitt samt ALS stýri hevur mælt landsstýrinum til at fremja broytingarnar í kunngerðini fyri fiskavirkisskipanini. Landsstýriskvinnan við arbeiðsmarknaðarmálum, Ingilín D. Strøm, hevur nú sett broytingarnar í gildi.

Avleiðingarnar eru millum annað, at tey, ið eru í fiskavirkisskipanini skjótari kunnu koma í vanligu arbeiðsloysisskipanina.

Í vanligu arbeiðsloysisskipanini verður arbeiðsloysisstuðul goldin út til arbeiðsleys fyri 40 tímar um vikuna, meðan tað verður goldið fyri 32 tímar um vikuna í fiskavirkisskipanini. Hetta er sostatt ein bati fyri tann arbeiðsleysa, tí útgjaldið verður hægri.

Eisini ber tað í vanligu arbeiðsloysisskipanini til at bjóða fólki annað starv. Í hesum tíðum, tá ið nógvir arbeiðsgevarar mangla arbeiðsmegi, verður hetta sostatt ein fyrimunur fyri flytførið á føroyska arbeiðsmarknaðinum.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 11. september 2023

8 Leygardagur 16. september 2023

Margit Stórá: Eri sinnað at broyta kunngerðina um HPV koppseting

Annika Olsen, tingkvinna fyri Tjóðveldi hevur spurt landsstýriskvinnuna í heilsumálum, hví dreingir eldri enn 18 skulu rinda fyri at verða koppsettir fyri HPV, tá gentur ikki skulu

Margit Stórá, landsstýriskvinna við heilsumálum (Savnsmynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Alda Nielsdóttir

Landsstýriskvinnan við heilsumálum, Margit Stórá, er sinnað í næstum at fara undir arbeiðið at broyta kunngerðina um ókeypis koppseting fyri HPV, so bæði kynini verða javnsett.

Tað sigur hon í svari til fyrispurning hjá Anniku Olsen, tingkvinnu fyri Tjóðveldi.

– Tað er umráðandi, tá tað snýr seg um heilsu hjá gentum og dreingjum, kvinnum og monnum, at munur ikki verður gjørdur á kynunum, segði Annika Olsen, sum vísti á, at dreingir, ið eru fyltir 18 ár, skulu rinda 3.000 krónur fyri at verða koppsettir fyri HPV, meðan kvinnur kunnu verða koppsettar ókeypis, til tær eru fyltar 28 ár.

Annika Olsen spurdi Margit Stórá, hvør orsøkin er til, at tað ikki eru eins treytir fyri bæði kynini, og um hon var sinnað at broyta hetta.

Landsstýriskvinnan greiðir í svari sínum frá, at tilboð um ókeypis koppseting vanliga verða veitt somu bólkum í Føroyum sum í Danmark, tó hevur eitt undantak verið í sambandi við hesum tilboðnum um koppseting fyri HPV.

– Tilboðið til gentur um ókeypis koppseting fyri HPV varð sett í gildið í bæði Danmark og Føroyum frá 1. januar 2009 at rokna. Tá ið tilboðið varð sett í verk í Danmark, fingu fleiri árgangir hetta tilboð. Men sama skipan varð ikki settí gildi í Føroyum. Í Føroyum fekk bert ein árgangur hetta tilboðið, tí játtanin rakk bert til at bjóða HPV koppsetingina til ein árgang. So hvørt játtan hevur verið tøk, er tilboðið um ókeypis koppseting fyri HPV víðkað til støðugt fleiri aldursbólkar, sigur landsstýriskvinnan m.a. í svari sínum.

Fegnast um svarið

Annika Olsen sigur í viðmerking til svarið, at hon fegnast um, at landsstýriskvinnan er sinnað at taka málið upp.

– Í svarinum sæst, at ongar heilsufakligar orsakir eru til hetta men heldur fíggjarligar. Tað má ongantið koma fyri, at vit gera mun og dreingjum og gentum, og so slett ikki tá tað kemur til heilsutænastur. Ti fegnist eg almikið um svarið frá landsstýriskvinnuni, har hon boðar frá, at hon er sinnað at taka henda ójavna burtur.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 09. september 2023

9 Leygardagur 16. september 2023

Danskur ráðharri: Eingin kunning um herflogfarið

Heldur ikki danskir myndugleikar vóru kunnaðir, tá eitt amerikanskt herflogfar av slagnum Lockheed C-130 Hercules hin 5. august fleyg lágt yvir Skálafjørðinum og Havnini

(Savnsmynd: Ólavur Frederiksen)
SkrivaÐ:

Alda Nielsdóttir

Heldur ikki danskir myndugleikar vóru kunnaðir, tá eitt amerikanskt herflogfar av slagnum Lockheed C-130 Hercules hin 5. august fleyg lágt yvir Skálafjørðinum og Havnini.

Tað upplýsir danski verjumálaráðharrin, Troels Lund Poulsen í svari til fyrispurning hjá Sjúrði Skaale, fólkatingsmanni.

Amerikansk herflogfør hava diplomatiskt loyvi at flúgva í føroyskum loftrúmi, og formelt liggur avgerðin at nokta ella loyva herflogførum atgongd ikki hjá føroyska uttanríkismálaráðnum. Landsstýrið hevur tó ynskt at fáa kunning um møguligar yvirflúgvingar. Føroyskir myndugleikar og Arktisk Kommando høvdu tó heldur ikki fingið boð.

Sambært svarinum hevur danska verjumálaráðið samskift við amerikonsku sendistovuna í Danmark, sum upplýsir, at mannagongdir framyvir verða herdar hesum viðvíkjandi.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 11. september 2023

10 Leygardagur 16. september 2023

Færri næmingar í hvørjum flokki koma at kosta kommununi dýrt

Tað fær stórar fíggjarligar avleiðingar fyri Tórshavnar kommuna, um færri næmingar skulu vera í hvørjum flokki

Sambært Heðini Mortensen fer hetta at geva høvuðsstaðarkommununi eina røð av trupulleikum (Mynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Lív Rúnadóttir

Tað fer at kosta Tórshavnar kommunu áleið eina hálva milliard krónur at byggja hølir, um færri næmingar skulu vera í hvørjum flokki. 

Hetta sigur Heðin Mortensen, borgarstjóri í Havn, við Kringvarpið.

Sambært Heðini Mortensen fer hetta at geva høvuðsstaðarkommununi eina røð av trupulleikum. Hann fýlist á, at landsstýrismaðurin við skúlamálum, ikki hugsar um fíggjarligu byrðarnar, sum hetta fer at geva. 

Hóast fyrireikingarnar ikki eru lidnar, ætlar Djóni Nolsøe Joensen, landsstýrismaður við barna- og útbúgvingarmálum, at í mesta lagi 20 næmingar skulu vera í hvørjum flokki í skúlaárinum 2024/25. 

Í januar varð ein frágreiðing handað landsstýrismanninum, um trivnað hjá føroyskum børnum. Eitt av tilmælinum var, at minka um flokkarnar, soleiðis at færri børn eru í hvørjum flokki. Hetta kann tískil skapa betri trivna, hóast tað verður dýrt hjá kommununi at reka. 

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 12. september 2023

11
Leygardagur 16. september 2023

Fjórða skipið við navninum Finnur Fríði

Tað hava verið tríggir Finnur Fríði í føroyska flotanum, og tann fjórði er ávegis. Umframt at verða tann nýggjasti í røðini, er nýggja uppsjóvarskipið, sum Varðin letur byggja, eisini nógv tað størsta við hesum navninum

Nýggjasti Finnur Fríði er í løtuni í gerð, og skal latast Varðanum fyrst í komandi árið (Mynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Kiran Jóanesarson

Varðin í Gøtu letur í løtuni eitt stórt og framkomið uppsjóvarskip byggja í Skagen, og skipið fær navnið Finnur Fríði, og skal avloysa núverandi Finn Fríða, sum hevur verið í føroyska flotanum síðani 2003.

Tann fyrsti av fýra
Fyrsti Finnur Fríði varð bygdur á Ulstein skipasmiðjuni í Noregi í 1963.

Talan var um eitt línuskip, sum felagið P/f Gøtu Samvinnufelag lat byggja.

[object Object]Fyrsti Finnur Fríði bleiv bygdur í Noregi, og var umleið 52 metrar styttri enn Finnur Fríði, sum Varðin letur byggja í Skagen í hesum døgum (Mynd: Ulstein Skipasmiðjan)

Hesin Finnur Fríði var 36 metrar langur, 7,16 metrar breiður, og 251 bruttotons til støddar. Skipið fiskaði við línu í Grønlandi og New Foundlandi fram til 1982. 

Seinni varð skipið selt til P/f Driftin í Gøtu, og seinni aftur til Havnar, har skipið fekk navnið Koralhav.

Hesin bleiv upphøgdur í 1992. 

Annar í røðini bleiv keyptur úr Suðuroy
Í 1971 bygdu suðuroyingar ein framkomnan kraftblokkara á Tórshavnar Skipasmiðju. 

Skipið fekk navnið Nýborg, og var ein sera framkomin trolari, sum hevði millum annað eina høvðusmaskinu við 1.500 HK, og tveir hjálpimotorar við 125 Hk.

Eisini hevði skipið tvær síðuskrúvur, bæði har frammi og har afturi. Pláss var fyri 15 monnum umborð, og skipið kostaði fimm milliónir krónur at byggja.

[object Object]Annar Finnur Fríði bleiv keyptur úr Suðuroy. Skipið bleiv bygt í 1971, og fekk upprunaliga navnið Nýborg (Mynd: Preben Andersen)

Seinni bleiv skipið selt til Gøtu, har tað fekk navnið Finnur Fríði.

Eftir eina tíð keypti reiðaríið Varðin skip og kvotur, og yvirtók eisini raksturin á skipinum. 

Skipið bleiv útskift í 2003, og upphøgt í 2004. 

Triði var annar nýbygningurin hjá Varðanum
Varðin í Gøtu, sum hevði átt og rikið eldra kraftblokkaran Finn Fríða í nøkur ár, skrivaði fyrst í hesari øldini undir sáttmála, sum innibar at eitt nýtt og framkomið uppsjóvarskip skuldi byggjast í Noregi.

[object Object]Núverandi Finnur Fríði er bygdur í 2003, og var eitt stórt frambrot tá ið hann kom í føroyska flotan í 2003 (Mynd: Skipsteknisk)

Talan var um eitt knapt 77 metrar langt og 15 metrar breitt uppsjóvarskip, sum Skipsteknisk hevði sniðgivið, og skipasmiðjan Aker Langsten skuldi byggja.

Við hesum nýggja Finni Fríða tók Varðin eitt rættuliga stórt fet fram í tíðina, og var Finnur Fríði eitt tað størsta skipið av sínum slag tá ið tað kom í føroyska flotan stutt fyri jól í 2003.

Við nýggja Finni Fríða kundu skip og manning vera longri úti og fiska, og fara á fjarðar leiðir. Manningin fekk eisini munandi betri umstøður umborð, og skipið kundi landa fyrsta floks góðsku av makreli, sild, lodnu og svartkjafti. 

Varðin í Gøtu hevði latið undanfarna Trónd í Gøtu byggja í Noregi í 1987, sum var frysti nýbygningurin hjá reiðarínum.

Tann fjórði við navninum byggjast í Skagen
Júst sum núverandi Finnur Fríði fylti 18 ár, tók Varðin avgerð um at undirskriva sáttmála við Karstensens skipasmiðjuna í Skagen um bygging av einum stórum og framkomum uppsjóvarskipi.

Nýggja skipið verður heili 88 metrar langt, og knappar 17 metrar breitt.

Samanbera vit tað við núverandi Finn Fríða, so verður nýggja skipið 12 metrar longri, og 2 metrar breiðari enn núverandi skip við sama navnið.

[object Object]Nýggjasti Finnur Fríði er í løtuni í ger, og skal latast Varðanum fyrst í komandi árið (Mynd: Varðin)

Nýggi Finnur Fríði skal tó framvegis fiskað makrel, sild, lodnu og svartkjaft, sum verður landaður bæði til matna og ídnað.

Nýggi Finnur Fríði er teknaður og sniðgivin í tøttum samstarvið millum Varðan og Karstensens skipasmiðjuna, og hevur reiðaríið lagt stóran dent á, at skipið skal verða tíðarhóskandi.

Her verður hugsað um umstøðurnar hjá manningini, og atlit tikið til umhvørvið, og nýggi Finnur Fríði verður sera umhvørvisvinarligur.

Kostnaðurin fyri nýggja Finn Fríða er umleið 350 milliónir krónur, og eftir ætlan skuldi skipið latast Varðanum í januar í 2024, men av tí at skipið er seinkað eitt sindur úr Polandi, verður tað helst ikki fyrr enn út á várið 2024, at skipið kemur flagskrýtt til Føroya.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 11. september 2023

12
Leygardagur 16. september 2023

Nýbygningurin hjá Varðanum sleipaður til Skagen

Skrokkurin á Finni Fríða er smíðaður í Polandi, og skipið er nú sleipað til Skagen, har Kartensens skipasmiðjan skal gera skipið liðugt

Skrokkurin kom týsmorgunin til Skagen, har skipið skal gerast liðugt (Mynd: Kiran Jóanesarson)
SkrivaÐ:

Kiran Jóanesarson

Talan er um ein skrokk, sum er heili 88 metrar langur, umleið 17 metrar breiður og tá ið skipið er liðugt kostar tað umleið 350 milliónir krónur.

Tað er felagið Krossbrekka, eitt dótturfelag hjá Varðanum í Gøtu, sum letur skipið byggja.

Skipið skal avloysa núverandi Finn Fríða, sum er knapt 20 ára gamal.

Nýggi Finnur Fríði skal fiska somu fiskasløg, sum núverandi Finnur Fríði ger í dag, sum eru makrelur, sild, lodna og svartkjaftur.

Veiðan verður landað bæði til matna og til ídna.

Tá ið skrokkurin kom til Skagen var Arni Hansen, sum hevur ført núverandi Finn Fríða frá byrjan, til staðar, og tað sást, at talan var um eina stóra løtu hjá rokskiparanum, sum eisini er ein av eigarunum.

Tað er sonur Arna Hansen, Hardi Hansen, sum er eftirlitsmaður hjá Varðanum í sambandi við skipabyggingina í Skagen.

Seinni týsdagin komu fleiri arðir eigarar, og ein partur av manningini á Finni Fríða til Skagen, at síggja snotiliga skrokkin.

Nýggi Finnur Fríði verður eftir ætlan latin eigarunum í fyrsta ársfjórðingi næsta ár. 

[object Object]

[object Object]Arni Hansen

[object Object]

[object Object]


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 12. september 2023

13
Leygardagur 16. september 2023

Smyril Line keypir enn eitt farmaskip

Glyvursnes skal røkja rutuna millum Havnina, Þórlakshöfn og Hirtshals

Seagard verður yvirtikin í januar og fær navnið Glyvursnes
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Smyril Line hevur keypt RoRo-farmaskipið “Seagard” frá finska reiðarínum, Bore Ltd.

Skipið verður handað Smyril Line í Hirtshals í fyrstu viku í januar 2024, og verður navngivið Glyvursnes.

Skipið varð bygt á skipasmiðjuna, Sietas, í Týsklandi í 1999. Tað er 153,5 metrar langt og 20,6 metrar breitt.

Glyvursnes verður sett í regluliga sigling á rutuni, sum “Mistral” røkjur í dag. Tvs. millum Tórshavn, Þórlakshöfn og Hirtshals.

Tá ið Glyvursnes kemur afturat, eigur Smyril Line øll seks skipini í flotanum.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 12. september 2023

14 Leygardagur 16. september 2023

Jákup og Maria eru framvegis vanligastu nøvnini

Hóast Maria og Jákup hava verið vanligastu nøvn í mong ár, eru fólkanøvnini broytt seinastu árini. Lív og Hanna eru nú millum mest vanligu nøvnini á kvinnum, meðan Jónas er nýggjasta navnið millum mest vanligu nøvnini á monnum

(Savnsmynd: Jens Kr. Vang)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Jákup og Jógvan eru framvegis vanligastu nøvn á monnum í Føroyum. Nøvnini Jákup og Jógvan hava ligið sum nummar eitt og tvey øll árini síðan 1985. Síðani 2002 hevur Jákup verið mest vanliga navnið, meðan Jógvan var mest vanliga navnið áðrenn tað.

Somuleiðis hava nøvnini Rúni, Høgni, Ólavur og Kári verið vanlig mannfólkanøvn í nógv ár. Einasta broyting er, at navnið Eyðun er skift út við navnið Jónas í 2021.

Fara vit 30 ár aftur til 1992 er broytingin eitt sindur størri. Tá vóru nøvnini Bárður, Martin og Magnus ikki á listanum fyri tíggju tey mest vanligu nøvnini, men Jan, Regin og John í staðin.

Jónas tikið stórt lop seinastu 30 árini
Nýggjasta navnið á listanum yvir tíggju tey mest vanligu nøvnini á monnum er Jónas. Tað er best umtókta navn á monnum í einogtjúgundu øld og er klintrað av einum 494. plássi í 1992 til 9. pláss í 2022, tá teir vóru 170 í tali.

[object Object]

Einki navn er skift út á listanum yvir 10 tey mest vanligu mannfólkanøvnini í nýggju navnauppgerðini, tó hevur Høgni tikið Bárð, soleiðis at nøvnini hava skift raðfylgju.

Hanna og Lív millum mest vanligu nøvnini á kvinnum
Eins og hjá monnunum eru tíggju tey vanligastu nøvnini á kvinnum at kalla tey somu í 2022 sum fyri 30 árum síðani.

Vanligastu nøvnini á kvinnum, sum búðu í Føroyum 1. januar í ár, vóru Maria, Anna og Annika. Síðani koma vælkend nøvn sum Katrin, Beinta, Marjun og Rannvá.

Maria, Anna og Annika hava verið ovast á listanum yvir nøvn á kvinnum øll árini síðan 1995. Áðrenn 1995 var Marjun millum tey trý mest vanligu nøvnini á kvinnum. Tíggju tey vanligastu nøvnini í 2022 vóru at kalla tey somu sum í 1992. Einasti munur er, at navnið Súsanna eru skift út við nøvnini Hanna og Lív, sum í 2022 bæði eru á 10. plássi.

[object Object]

Hóast tað eru fáar broytingar í listunum yvir mest vanligu nøvn, merkir tað ikki, at navnarákið stendur í stað. Fleiri nøvn eru løgd aftrat hesi 30 árini síðan 1992, og nøkur av teimum, sum eru nógv brúkt í dag, eru til dømis Silas, Lukas, Nóa, Liam, Aleksandur og Bragi.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

Fleiri nøvn eru somuleiðis løgd aftrat síðan 1992 hjá kvinnunum, og nøkur av teimum, sum eru nógv brúkt í dag, eru til dømis Emilia, Alda, Ranja, Vón, Brá, Ria, Lý og Mira.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

Dupultnøvnini eru ikki líka vanlig, sum tey hava verið. Millum 100 tey mest vanligu nøvnini á kvinnum í 2022 vóru einans tvey dupultnøvn, Anna Maria og Anna Sofía, og millum nøvnini á monnum var bert eitt dupultnavn, Hans Jacob.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 15. september 2023

15 Leygardagur 16. september 2023

54.700 fólk búðu í Føroyum 1. august

Fólkavøksturin var størstur í Tórshavnar, Runavíkar og Klaksvíkar kommunu, og nú hevur meginparturin av teimum, sum leggjast afturat í Føroyum, annan ríkisborgaraskap enn danskan

(Mynd: Hagstovan)
SkrivaÐ:

Alda Nielsdóttir

1. august búðu 54.738 fólk í Føroyum. Tað eru 641 fleiri enn 1. august í fjør, og svarar hetta til ein vøkstur á 1,2 prosent.

Vøksturin seinasta árið kemur av einum burðaravlopi á 197 fólk og eini nettotilflyting á 444 fólk. Í kommununum var fólkavøksturin størstur í Tórshavnar, Runavíkar og Klaksvíkar kommunu, og síðani í Nes og Sjóvar kommunu, skrivar Hagstovan.

Um hugt verður nærri at samansetingini í fólkavøkstrinum sæst, at býtið millum ríkisborgaraskapirnar er broytt.

Meðan tað áður fyrst og fremst hava verið danskir ríkisborgarar, sum hava staðið fyri fólkavøkstrinum, hevur nú meginparturin av teimum, sum leggjast afturat í Føroyum, annan ríkisborgaraskap enn danskan.

Sambært Hagstovuni hava 86 prosent av teimum, sum løgdust aftur at fólkatalinum síðstu tvey árini, annan ríkisborgaraskap enn danskan.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 11. september 2023

16 Leygardagur 16. september 2023

Hanna Jensen aftur í løgtingið

Hon fór annars í farloyvi fyri at røkja starvið sum rektari á Kambsdali, men nú tekur hon tingsessin aftur

Hanna Jensen, tingkvinna og Ruth Vang, forkvinna í Framsókn og landsstýriskvinna við fíggjarmálum (Savnsmynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Í summar boðaði Hanna Jensen frá, at hon fór í farloyvi úr løgtinginum.

Hon vildi tá røkja starvið sum rektari á Miðnámi á Kambsdali, men nú er vent í holuni.

Framsóknarkvinnan kennir seg kallaða at fara aftur á ting í eitt longri tíðarbil, enn hon fyrst helt vera tað rætta, sigur hon.

- Eg havi viðgjørt støðuna aftur og aftur hesar seinastu mánaðirnar – bæði sjálv og saman við mínum nærmastu, saman við vinum og góðum ráðgevum.

- Og luturin gjørdist tann, at eg formliga tók sæti á løgtingi aftur mikudagin 13. september og fari í eitt longri farloyvi frá mínum starvi fyri at røkja tingsessin, sum mær lutaðist tann 22. desember í 2022, skrivar Hanna Jensen.

- Tað er ikki ein løtt støða fyri meg, tí eg síggi tað at arbeiða á Miðnámi á Kambsdali sum mítt lívsstarv. Tað er ein hjartasak.

- Men umstøðurnar hava elvt til, at eg kenni tað sum mína skyldu at vera í løgtinginum nú, sigur hon.

- Í allarstørstu virðing fyri mínum arbeiðsplássi, fyri starvsfeløgum, næmingum, fyri mínum veljarum, mínum floksfeløgum og fyri løgtinginum og mínum kæra móðurlandi ynski eg okkum øllum blíðan byr, hvør á síni kós, skrivar Hanna Jensen.

Hanna Jensen fekk 111 atkvøður á løgtingsvalinum 8. desember, og er nummar fimm á listanum hjá Framsókn sum fekk tríggjar tingsessir. Framsókn hevur tvey landsstýrisfólk.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 14. september 2023

17 Leygardagur 16. september 2023

Húsarhaldini hava treysti

Í nýggjastu brúkarakanningini hjá Hagstovuni sæst, at føroysku húsarhaldini eru vorðin eitt vet meira bjartskygd um sína egnu fíggjarstøðu komandi árið, um arbeiðsloysið og búskaparstøðuna sum heild í Føroyum

(Savnsmynd)
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Í nýggjastu brúkarakanningini hjá Hagstovuni sæst, at føroysku húsarhaldini framvegis hava treysti.

Myndin niðanfyri vísir brúkarakanningina hjá Hagstovuni frá juni 2023. Her sæst, at føroysku húsarhaldini framvegis hava treysti. Samanborið við kanningina frá í januar 2023, eru húsarhaldini í hesi kanning frá juni mánaði vorðin eitt vet meira bjartskygd um sína egnu fíggjarstøðu komandi árið, um arbeiðsloysið og búskaparstøðuna sum heild í Føroyum.

[object Object]

Sambært brúkarakanningini hava húsarhaldini treysti, og kann tað møguliga skyldast, at tey ikki eru stúrin fyri at missa arbeiðið, nú arbeiðsloysið er so mikið lágt. Hetta merkir, at allarflestu arbeiðsførir føroyingar eru í starvi, og tað ger, at húsarhaldini kunnu varðveita eina ávísa nýtslu.

Føroysku peningastovnarnir greiða somuleiðis frá, at húsarhaldini sum heild eru betri fyri, enn tey vóru eftir fíggjarkreppuna í 2008.

Sambært peningastovnunum eru tað bert eitt vet fleiri húsarhald, sum higartil í 2023 hava biðið um skáar, samanborið við undanfarnu árini, og at trotini ikki eru størri, enn tey plaga at vera.

Tó slepst ikki undan, at summi húsarhald, sum longu frammanundan rentuhækkingarnar høvdu ilt við at fáa endarnar at røkka saman, fara at koma í eina uppaftur verri fíggjarligari støðu, um rentan hækkar enn meira.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 11. september 2023

18 Leygardagur 16. september 2023

Tingforkvinnur hittust

Forfólkaskapurin í løgtinginum hevur verið á vitjan í skotska tinginum

Alison Johnstone, skotska tingforkvinnan og Bjørt Samuelsen, løgtingsforkvinna
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

Týsdagin hitti Bjørt Samuelsen, løgtingsforkvinna skotsku tingforkvinnuna Alison  Johnstone.

Næstforfólkini Jóhannis Joensen og Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttir luttóku eisini á fundinum, umframt skotsk og føroysk embætisfólk. Á fundinum vórðu mál av felags áhuga umrødd, eins og hvussu tingskipanirnar í londunum báðum virka.

Hetta er fyrstu ferð, at ein føroyskur formansskapur vitjar í Skotlandi, og eru tey sera væl móttikin.

Tingforkvinnurnar báðar vóru samdar um, at Løgtingið og skotska tingið hava fleiri felags áhugamál, har báðir partar kunnu læra hvør av øðrum. Tær vilja tí fegnar byggja tættari sambond millum tingini bæði, skrivar løgtingið á heimasíðuni.

Skotska tingið varð tikið av í 1707, men endurstovnað í 1999 eftir ynski frá skotska fólkinum. Tingfólkini, sum eru 129 í tali, eru vald úr øllum Skotlandi, og tey viðgera mál á yvirtiknum málsøkjum.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 14. september 2023

19 Leygardagur 16. september 2023

Anna Maria sett sum skúlastjóri í Hoyvíkar skúla

Anna Maria Reinert Jensen hevur m.a. starvast sum fyrstilærari í Kaldbaks skúla, umframt at hon hevur verið skúlastjóri í Vestmanna skúla frá februar í ár

 
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Landsstýrismaðurin við barna- og útbúgvingarmálum, Djóni Nolsøe Joensen, hevur sett Onnu Mariu Reinert Jensen í starvið sum skúlastjóra í Hoyvíkar skúla frá 18. september at rokna.

Anna Maria Reinert Jensen er 53 ára gomul, og býr í Hoyvík. Hon tók læraraprógv í 1994 og eftirútbúgving í námsfrøðiligari leiðslu í 2020. Harumframt hevur hon í 2021 tikið skeið á masterstigi í yvirskipaðari námsfrøðiligari leiðslu.

Anna Maria Reinert Jensen hevur drúgvar royndir innan skúlagátt. Hon hevur síðan 1996 undirvíst sum lærari í tveimum stórum skúlum í Havn, har hon hevur verið flokslærari flestu árini, umframt at hon hevur verið toymisleiðari og leitt verkætlanir. Anna Maria Reinert Jensen hevur starvast sum fyrstilærari í Kaldbaks skúla eitt skifti, umframt at hon hevur verið skúlastjóri í Vestmanna skúla frá februar í ár.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 11. september 2023

20 Leygardagur 16. september 2023

Metstór upphædd hjá Team Rynkeby

Talan var um 1,7 milliónir krónur. Stuðulin fer í ein grunn, sum Krabbameinsfelagið umsitur vegna Team Rynkeby Føroyar. Hann skal hjálpa børnum við lívshættisligum sjúkum

Ikki bara er hetta metstór upphædd hjá Team Rynkeby Føroyum, men hetta er størsta upphædd, sum eitt lið hjá Team Rynkeby nakrantíð hevur savnað (Mynd: Team Rynkeby)
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

Leygardagin 9. september var kekkhandan í Gulu Smiðju í Saltangará. Umframt kekkhandanina vóru rørandi og inniligar røður at hoyra frá umboðum í Team Rynkeby, og Land of Maybe spældi tveir sangir á hugnaligu løtuni.

Soleiðis skrivar Team Rynkeby Føroyar um hátíðarhaldið síðsta vikuskifti, har peningurin, ið er komin inn í ár, alment varð handaður víðari. Talan er um metstóra upphædd, ið fer í ein grunn.

- Trygvi Kallsoy, liðskipari, handaði Fríðhild Højgaard frá Hjartabarninum kekkin við upphæddini, sum er 1.715.000 krónur. Ikki bara er hetta metstór upphædd hjá Team Rynkeby Føroyum, men hetta er størsta upphædd, sum eitt lið hjá Team Rynkeby nakrantíð hevur savnað. Stuðulin fer í ein grunn, sum Krabbameinsfelagið umsitur vegna Team Rynkeby Føroyar. Hesin grunnur stuðlar hjarta-, lunga- og krabbabørnum og teirra familjum. Børnecancerfonden, sum hjálpir føroyskum børnum, ið mugu til Danmarkar í viðgerð, fær eisini part av stuðlinum.

[object Object]

Í ár vóru tveir súkklarar á liðinum búsitandi í Grønlandi, og tískil letur Team Rynkeby Føroyar eisini pening til grønlendska krabbameinsfelagið seinni í mánaðinum, tá ið stór innsavning verður har.

- Vit í Team Rynkeby Føroyar eru ovurfegin um og ómetaliga takksom fyri stóra áhugan millum fyritøkur, kommunur, skúlar, dagstovnar og onnur, sum trúføst og gleðiliga stuðla okkara søk. Serliga hugaligt hevur verið, at børn hava skipað fyri stuðulstiltøkum og hava latið Team Rynkeby nógvar tíggju túsund krónur. Vit gleðast um at lata peningin til børn, sum stríðast við sjúku, sorg, sakn ella hava sinnisligar avbjóðingar.

[object Object]

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 13. september 2023

21 Leygardagur 16. september 2023

Universitets-sjúkrahúsið tekur skap

Álit um, hvussu sjúkrahúsverkið kann fyrireikast til at gerast universitetssjúkrahús, varð handað landsstýriskvinnuni í dag

Arbeiðsbólkurin saman við landsstýriskvinnuni. Frá vinstru Magni Mohr, May-Britt Skoradal, Birita Ludvíksdóttir, Margit Stórá, Steinar Eirikstoft, Tummas í Garði og Gunnbjørt Guttesen (Mynd: hmr.fo)
SkrivaÐ:

Innsent

Endamálið við at fyrireika sjúkrahúsverkið til universitetssjúkrahús, er partur av menningini av sjúkrahúsverkinum, sum eisini kemur okkara sjúklingum til góðar. Gransking vísir, at sjúkrahús, sum raðfesta, at teirra heilsustarvsfólk fáa umstøður og tíð til gransking og undirvísing, hava eina betri sjúklingaviðgerð.

Arbeiðsbólkurin er sannførdur um, at eitt universitetssjúkrahús fer at vekja áhugan hjá fleiri læknum og øðrum heilsustarvsfólki at starvast í føroyska sjúkrahúsverkinum.

Harumframt eru Føroyar eitt lítið land. Tí er tað lættari at gera landsfevnandi heilsugransking her enn í øðrum londum. Eisini eru ávís viðurskifti serføroysk. Um eingin granskar í hesum viðurskiftum, verður eingin vitan um serføroysku fyribrigdini.

Í arbeiðsbólkinum vóru: Steinar Eirikstoft, Tummas í Garði og Gunnbjørg Guttesen fyri sjúkrahúsverkið, Magni Mohr og May-Britt Skoradal fyri Fróðskaparsetrið og Birita Ludvíksdóttir, løgfrøðiligur ráðgevi hjá Heilsumálaráðnum.

Margit Stórá, landsstýriskvinna við heilsumálum, fegnast um at hava fingið álitið um universitetssjúkrahús.

- Við hesum álitinum kann eg fara undir arbeiðið at skipa universitetssjúkrahús við heilsuvísindaligari gransking og førleikamenning, sum ásett í samgonguskjalinum. Eg fari at gera alt fyri, at tilmælini í álitinum verða fylgd, og at peningur verður raðfestur longu í komandi árið til at fyrireika Sjúkrahúsverkið til universitetssjúkrahús, sigur landsstýriskvinnan.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 13. september 2023

22 Leygardagur 16. september 2023

Tórshavnar kommuna endurskoðar parkeringsforboð í Gundadali

Kommunan fer í næstu viku at viðgera átøkini, ið eru sett í verk í Gundadali og tær bøtur, sum eru skrivaðar í økinum

 
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Eftir at umleið 30 fólk fingu bót í Gundadali leygardagin sáddi Heðin Mortensen, borgarstjóri í Havn, iva um avgerðina at lýsa økið sum parkeringssonu, har tað bert er loyvt at parkera innan fyri teir avmerktu parkerinsbásarnar.

Avgerðin um at lýsa Gundadal sum parkeringssonu varð upprunaliga tikin í ferðslunevndini í 2016, men av røttum átti avgerðin at verið tikin í teknisku nevnd undir Tórshavnar býráð, og sostatt er avgerðin ikki staðfest í teknisku nevnd, sum hon av røttum eigur.

- Við hesum er ivi sáddur um avgerðina og tey átøk, ið eru sett í verk í Gundadali. Ætlanin er tískil at leggja málið fyri teknisku nevnd til viðgerðar á fyrstkomandi fundi, sigur Tórshavnar kommuna.

Tórshavnar kommuna hevur í vikuni verið í sambandi við politiið, sum umsitur ferðslulógina og tey parkeringsforboð, sum eru sett í verk í Gundadali. Á fundi í komandi viku fer kommunan at viðgera átøkini, ið eru sett í verk í Gundadali og tær bøtur, ið eru skrivaðar í økinum.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 15. september 2023

23
Leygardagur 16. september 2023

Arbeiða fyri at friða altjóða sjóøkir

Greenpeace sigur í nýggjari frágreiðing, at alt ov nógvir fiskastovnar í altjóða sjógvi eru hóttir

(Tilvildarlig mynd)
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

Ein nýggj frágreiðing frá umhvørvisfelagsskapinum Greenpease um støðuna hjá heimsins fiskastovnum vísir, at trýstið er stórt á fiskastovnarnar úti á opnum havi.

Hugtakið opið hav verður brúkt um altjóða sjógv, har fiskivinnan ikki er lógarstýrd, og har skip kunnu ferðast og fiska ótarnað.

Opna havið er undir stórum veiðutrýsti orsakað av manglandi lóggávu á økinum av fisking við línu, botntroli og náttarfiskiskapi.

Frágreiðingin hjá Greenpeace vísir, at fiskiskapur í altjóða øki vaks við 8,5 prosentum frá 2018 til 2022. Tað svarar til at tað varð fiskað í 662.483 tímar meira í 2022.

Talið av fiskastovnum, sum eru mettir at vera ovurfiskaðir hevur verið vaksandi síðan 1970’ini. Í 1974 vóru 10 prosent av fiskastovnunum ovurfiskaðir. Í 2019 er tað økt til 35,4 prosent. Tað vísa tøl frá FAO, sum er matvøru- og landbúnaðarfelagsskapurin undir ST, vísir Greenpeace á.

Tí er neyðugt við politiskum tiltøkum, verður lagt afturat. Greenpeace vísir á eina nýggja ST-avtalu, 30x30 málið, sum snýr seg um at verja 30 prosent av opna havinum áðrenn 2030 sum eina loysn.

Avtalan var formliga samtykt í ST 19. juli í ár, men áðrenn hon fær gildi, skal hon undirskrivast av minst 60 limalondum.

20. september verður latið upp fyri møguleikanum at skriva undir. Hetta hendir á aðalfundinum hjá ST.

- Lond, sum taka verju av havumhvørvinum í álvara, eiga at skriva undir henda havsáttmálan í komandi viku á ST aðalfundinum, og tryggja at sáttmálin fær gildi á ST-havráðstevnuni í 2025, sigur Chris Torp, sum er leiðari í “Protect the Oceans”-herferðini hjá Greenpeace í tíðindaskrivi.

Greenpeace mælir í frágreiðingini til, at vard friðað sjóøki verða gjørd, har fiskastovnarnir hava møguleika at koma fyri seg aftur.

Í løtuni er tað minni enn eitt prosent av opna havinum, sum er vart. Fyri at náa hesum sokallaða 30x30-málinum skulu umleið 11 milliónir ferkilometrar av sjóøki verjast hvørt ár fram til 2030. Hetta svarar til meira enn kanadiska landøkið.

Greenpeace-frágreiðingin mælir til í fyrsta lagið at friðja trý øki. Tað er Hawaii-keisara ryggin í útnyðringspartinum av Kyrrahavinum, Sargassohavið og sunnara part av Tasmanska havinum, Lord Howe Rise, millum Avstralia og Nýsæland, skrivar Ritzau.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 14. september 2023

24 Leygardagur 16. september 2023

Bíleggingarskipanin á Kalsoyarleiðini heldur fram

Týsdagin byrjaði Sam aftur at sigla millum Klaksvík og Syðradal. Bíleggingin verður galdandi fyri bæði akfør og fólk

(Mynd: Strandferðslan)
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Týsmorgunin fór Sam aftur í sigling á Kalsoyarleiðini, eftir at hava verið tríggjar vikur á beding til árligt eftirlit.

Tá ið Erla Kongsdóttir og Sildberin avloystu Sam, varð plássbíleggingarskipanin sett í verk. Skipanin heldur nú áfram umborð á Sam og fevnir umframt um ferðafólk nú eisini um akfør.

Umboð fyri Strandferðsluna hava tvær ferðir seinastu vikurnar verið á kunnandi fundi og borgarafundi í Kalsoynni og umrøtt tørv, sjónarmið og meiningar um farleiðina. Á borgarafundinum í síðstu viku kunnaði landsstýrismaðurin eisini kalsoyingar um, at bygging av nýggjum skipi fer í gongd í 2025.

Ferðafólkastreymurin til Kalsoynna er vaksin sera nógv seinastu árini, og tí gjørdi Strandferðslan fyri nøkrum árum síðani av at seta fimm bilapláss fast av til tey fastbúgvandi. Skipanin við fimm bilaplássum heldur áfram. Eisini verða 30 pláss fast sett av til tey fastbúgvandi.

Restin av plássunum verða løgd út í plássileggingarskipanina. Verða ikki øll plássini bíløgd til ein túr, verða tey seld øðrum, um eftirspurningur er. Sam tekur íalt 115 ferðafólk og 12 persónbilar.

Enn sum áður fara tey fastbúgvandi at nýta borgarakortið frá Klasvíkar kommunu. Strandferðslan hevur eisini bjóðað umboðum fyri staðbundnu nevndunum í ein eftirmetingarbólk. Kunning og upplýsing um leið 56-Klaksvík-Syðradalur sæst á www.ssl.fo og verður eisini send umvegis sms-skipanina.

Plássbíleggingarskipanin fer eisini at verða sett í verk á hinum sjóvegis farleiðunum hjá SSL.

- Tað hevur víst seg, at við plássbílegging gerst planleggingin av ferðingini munin smidligari og lættari fyri bæði tey fastbúgvandi, onnur ferðafólk eins og manning, sigur Niels Juel Arge, strandferðslustjóri.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 12. september 2023

25
Leygardagur 16. september 2023

Ocean Explorer togað leyst

Skipið rendi á land norðarlaga í Eysturgrønlandi mánadagin, og hósdagin eydnaðist at toga Ocean Explorer leyst

(Mynd: SIRIUS/Arktisk Kommando)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Ferðamannaskipið Ocean Explorer, sum mánadagin rendi seg á land inni í Alpufjørðinum, norðarlaga í Eysturgrønlandi, er togað leyst.

Hetta upplýsir Arktisk kommando fyri grønlendska kringvarpinum.

Tað var havrannsóknarskipið hjá grønlendska heimastýrinum Tarajoq, har føroyingurin Jóhan Hendrik Garðshorn er skipari, sum togaði skipið leyst av flúrinum.

Ferðamannaskipið siglir nú til nærmastu havn, og ferðafólkini verða flutt heim við flogfari. Har skulu kavarar eisini kanna botnin.

[object Object]Grønlendska havrannsóknarskipið Tarajoq við Jóhan Hendrik Garðshorn sum skipara, kom ferðamannaskipinum tilhjálpar (Savnsmynd: Føroyska Sjómansmissiónin)


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 14. september 2023

26 Leygardagur 16. september 2023

Tappilúka sett í byrgingina í Vestmanna

Tappilúkan skal kunna nýtast sum ein krani í einari tunnu, har lúkan kann latast upp fyri at tøma vatnbyrgingina

(Mynd: J&K Petersen)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

J&K Petersen gera nú eina “tappilúku” í byrgingina í Vestmanna. Tappilúkan skal kunna nýtast sum ein krani í einari tunnu, har lúkan kann latast upp fyri at tøma vatnbyrgingina á ein varðandi hátt.

Tað skriva J&K Petersen á sínari Facebooksíðuni, haðani myndirnar eisini eru.

[object Object]

[object Object]

Arbeiðið er býtt upp í tvey stig. Fyrra stigið var at arbeiða innan fyri byrgingina, har ein betongproppur skuldi byggjast. Vatnbyrgingin varð tømd til hetta høvið, og varð tí stórt tíðartrýst á at gera betongproppin lidnan soleiðis, at byrgingin kundi fyllast aftur.

Vatnbyrgingin varð tømd beint eftir páskir í ár, hareftir fór fyrireikingararbeiðið í gongd innan fyri múrin. Fyrst í juni mánaði varð hol skorið í byrgingina, og stoypiarbeiðið kundi byrjað. Stoyptar vóru góð 240 kubikkmetrar av betongi og bundið varð 25.000 kilo av jarni.

[object Object]

[object Object]

[object Object]

[object Object]

Arbeiðið hevur gingist væl, og betongproppurin varð liðugur áðrenn ólavsøku.

Nú er stig tvey farið í gongd, sum er uttanfyri byrgingina. Har skal ytri parturin til tappilúkuna byggjast. Hetta arbeiðið er væl ávegis og verður eftir ætlan liðugt til jólar.

Tað er Juul Grevstur, sum hevur gjørt holskeringina.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 09. september 2023

27 Leygardagur 16. september 2023

Kaldbaksfólk fáa ítrótta- og borgarahøll

Reisigildi varð hildið seinasta fríggjadag, og eftir ætlan verður bygningurin avhendaður komandi summar

- Ynskið um høll í Kaldbak man vera líka gamalt, kanska eldri, enn kommunusamanleggingin millum Kaldbak og Havnina, segði Heðin Mortensen, borgarstjóri (Mynd: Tórshavnar kommuna)
SkrivaÐ:

Alda Nielsdóttir

- Við høllini, sum vit eisini kunnu rópa eitt borgarahús, fáa kaldbaksfólk nýggjar og hóskandi umstøður til alskyns endamál, bygdini at frama. Umframt at vera ítróttahøll verður eisini møguligt at hava størri og smærri felagstiltøk, segði Heðin Mortensen, borgarstjóri í Tórshavnar kommunu, tá reisigildi varð hildið seinasta fríggjadag.

Borgarstjórin helt stutta røðu, tá fólk komu saman í reisigildi.

- Ynskið um høll í Kaldbak man vera líka gamalt, kanska eldri, enn kommunusamanleggingin millum Kaldbak og Havnina. Nógv menning hevur tó eisini verið í bygdini hesi ár, men hetta eina málið – høllin við ymsum hentleikum og møguleikum til felagslív í bygdini, hevur ligið á láni, segði borgarstjórin m.a.

[object Object]
(Mynd: Tórshavnar kommuna)

Høllin er skamt frá skúlanum, og ætlanin er eisini at byggja nýggjan frítíðarskúla og ungdómsklubba nærhendis høllini og skúlanum, so hetta alt kann verða savnað á einum stað, her fótbóltsvøllurin eisini er, segði Heðin Mortensen.

Aftrat høllini eru umklæðingarrúm við tilsamans átta brúsum, og ein annrættarkøkur, har til ber at kóka ein kaffimunn og annars at savnast til prát. Sjálv høllin er umleið 230 fermetrar, og pláss er fyri, at umleið 200 fólk kunnu sita til veitsluhald. Við hjárúmum er bygningurin tilsamans 512 fermetrar.

Tað er kaldbaksfyritøkan Spf. ÁTS við Karstini Vang, sum stendur fyri byggingini. Arbeiðið byrjaði av álvara í mars, og sambært tíðarætlanini verður bygningurin avhendaður í juli 2024. Undirveitarar hjá ÁTS eru Andrias Berg, sum hevur jørðarbeiðið, Renovent hevur HVS arbeiðið, EL.FO ehvur elarbeiðið, Jón við Neyst hevur málaraarbeiðið, SD Gólv hevur gólvarbeiðið, og HTH køkar tekur sær av køkinum.

[object Object]
(Mynd: Tórshavnar kommuna)

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 09. september 2023

28 Leygardagur 16. september 2023

Nýggju vippurnar tiknar í nýtslu í dag

85 ára gamla Dania Andreasen var tann fyrsta at kava av høguvippu

(Mynd: Tórshavnar kommuna)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

85 ára gamla Dania Andreasen var tann fyrsta at kava av høguvippu. Nýggju vippurnar í Svimjihøllini í Havn eru nú avhendar og góðkendar og vippurnar og rusjibanin vórðu tikin í nýtslu aftur mikudagin.

Tað er Eysturlon við Hanus Olsen sum leiðara, sum hevur gjørt timburarbeiðið í tøttum samstarvi við Preben Hansen, ráðgevandi verkfrøðing.

Preben var eisini var við, tá svimjihøllin varð bygd og tikin í nýtslu í 1982. Frank Hansen og Rógvi Persson Jacobsen frá bygningsdeildini hjá Tórshavnar kommunu hava arbeitt tætt saman við Preben.

Vippurnar eru gjørdar líka sum Gunnar Hoydal teknaði tær upprunaliga, tó eru trappurnar nú gjørdar eftir dagsins krøvum.

Fyrsta fólk at brúka vippurnar var Dania Andreasen, sum er 85 ára gomul. Hon hevur svomið dagliga í nógv harrans ár.

[object Object]

[object Object]

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 13. september 2023

29 Leygardagur 16. september 2023

Framleiðslan er mett at veksa knøpp seks prosent í ár

Búskaparráðið hevur endurskoðað vøksturin í BTÚ fyri árini 2022-2024

 
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Búskaparráðið hevur endurskoðað vøksturin í BTÚ fyri árini 2022 til 2024 vegna dagførd hagtøl. Vøksturin í BTÚ í leypandi prísum er mett at verða ávikavist 8,1 prosent í 2022, 5,9 í 2023 og 1,4 prosent í 2024.

Myndin niðanfyri vísir føroysku bruttotjóðarúrtøkuna í leypandi og føstum prísum í tíðarskeiðinum 2008 til 2024. Uppgerðin er endalig fram til 2021, meðan BTÚ í leypandi prísum í árinum 2022-2024 eru metingar.

[object Object]

Lyklatølini vísa framvegis, at føroyski búskapurin er í framgongd. Framleiðslan (BTÚ) er mett at veksa 5,9 prosent í 2023, arbeiðsloysið er søguliga lágt, samlaðu lønarútgjaldingarnar eru veksandi, tal á fólki í starvi setur met, og handilsjavnin hevur framhaldandi stórt yvirskot.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 11. september 2023

30 Leygardagur 16. september 2023

Lestrarbókin kom aftur til Kollafjarðar

Serligt hátíðarhald var á Kollafjarðar bókasavni í vikuni. Lestrarbókin hjá Bernhardi dekni frá 1908 kom aftur til heimið eftir at hava verið á ferð bæði til Gøtu og Fuglafjarðar

Bernhard Magnussen, deknur og organistur, við lestrarbókini
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

Í samband við kollafjarðardagarnar varð skipað fyri einum serligum tiltaki á Kollafjarðar bókasavni mikukvøldið, har gamla lestrarbókin hjá Bernhardi Magnussen varð handað Fornminnisfelagnum. Bjarni Djurholm og Petur Martin Petersen úr Fuglafirði greiddu frá um Bernhard og um hesa serligu lestrarbókina.

Bernhard Magnussen var deknur og organistur í Kollafjarðar kirkju í 38 ár. Lestrarbókin er frá 1908. Gama myndin av Bernhardi við lestrarbókini er tikin oman fyri kirkjuna. Bernhard búði í íbúðini í skúlanum frá 1890 til 1931. Og í dag eru bæði skúlin og íbúðin fornminnissavn. Sostatt kemur lestrarbókin aftur í sama bygning, har hon var frá byrjan.

[object Object]
(Mynd: Tórshavnar kommuna)

Søgan um, hvussu lestrarbókin endaði aftur í Kollafirði, er serstøk. Petra, ein dóttir Bernhard, giftist til Fuglafjarðar við S.P. Petersen (Pidda). Hon fekk lestrarbókina eftir at pápin var deyður.

Fór til Gøtu sum arvur

So gingu ártíggju. Petra doyði í 1986. Tá endaði bókin í Syðrugøtu hjá dóttrini Hjørdis, sum var gift við Oddfríði Gregersen. Hjørdis og Oddfríður fingu tríggjar synir, Atla, Páll og Regin.

Tá Hjørdis og Oddfríður vóru deyð, vórðu húsini tømd. Bókin endaði tá hjá Pálli, sum ivaðist í, hvat hann skuldi gera við hana. Hann lat tí bókina til Petur Martin Petersen í Fuglafirði, sum eigur ótal av bíblium, lestrarbókum o.l., sum hann samlar uppá.

Á eini familjustevnu á Strondum, vóru bæði lestrarbókin og myndin at síggja, Petur Martin hevði lænt Pálli bókina til høvið. Tá hugsaði Páll, at kanska skuldi bókin heldur verið í Kollafirði. Og Petur Martin vildi lata bókina til savnið í Kollafirði, treytað av, at savnið vildi hava hana.

Og mikukvøldið varð so gamla lestrarbókin handað kollfirðingum á bókasavninum. Páll var burturstaddur, so bróðurin Atli Gregersen handaði bókina, sum bygdarsavnið nú fer at vísa fram saman við gomlu urguni hjá Bernhardi Magnussen, sum savnið eisini hevur í varðveitslu.

Misti faðir og allar beiggjarnar í bátsvanlukku

Bjarni Djurholm greiddi stutt frá um langabban, Bernhard, sum varð føddur á Strondum í 1861. Hann gjørdist lærari 23 ára gamal í 1884, og var í fimm ár í Hvalvíkar sókn, áðrenn hann í 1890 flutti til Kollafirðar, har hann giftist Oliviu Johannesen á Todnesi.

Bernhard kom fyri tí óskiljandi vanlagnu at missa allar fýra beiggjarnar sama dag, 8. februar 1889. Hetta var meðan hann var lærari í Hvalvíkar sókn. Tvey ár frammanundan doyði systurin Súsanna, einans 20 ára gomul – hon sat og seymaði sær brúðarkjólan, tá hon brádliga datt um og var deyð.

Tríggir aðrir menn gingu burtur sama dag sum brøðurnir. Tveir vóru systkinabørn Bernhard og hin var pápi teirra. Bernhard var sostatt raktur av sorg, sum fyri flestu man vera óskiljandi. Men fyri at fóta sær var alt álit lagt í hendurnar á Honum, sum øllum valdar.

Trúgvin var grundvøllurin og virðingin fyri kringumstøðunum gjørdi, at hvør dagur varð byrjaður við bøn og hvørt kvøld endað við tøkk. Kærleiki og tryggleiki høvdu avgerandi týdning í gerandisdegnum.

Bernhard var sum nevnt bæði deknur og organistur. Tað var hann í heili 38 ár. Hann var sera stillførur maður. Hann tosaði lítið og einki um ta vanlagnu, sum hevði rakt hann og hansara familju.

Avhalds- og álitismaður

Bernhard hevði mong álitisstørv. Hann var m.a. formaður í forstandarskapinum fyri felagskommunurnar í Norðstreymoy frá 1898, og formaður í nýstovnaðu Kollafjarðar Kommunu frá 1913 og aftur frá 1918. Harafturat var hann í mong ár fastur limur Norðstreymoyar valnevnd.

Bernhard var avhaldsmaður, og var ein av stovnarunum av Kollafjarðar Totalavhaldsforeining.

1931 fór Bernhard úr lærarastarvinum. Hann og Olivia høvdu bygt sær sethús beint uttan fyri skúlan. Tilfarið av húsunum var av hvalastøðini á Sperm á Signabø. Tey búleikaðust har restina av ævini.

Heimið við Sjógv, bæði í skúlanum og so í nýbygdu sethúsunum, vóru opin fyri øllum sum tørvaðu. Bernhard andaðist 19. november í 1938 aftaná stutta sjúkralegu. Olivia andaðist 22. februar 1943.

Í desember 1949 samtykti Kollafjarðar Kommuna at keypa sethúsini hjá Bernhard Magnussen til lærarahús.

Niels Pauli Djurholm var tá vorðin fyrstilærari og varð búgvandi í húsunum. Niels Pauli var eisini kommunuskrivari, so húsini blivu eisini kommunuskrivstova, og vóru tey tað til ársbyrjan 1971. Har var eisini eitt slag av bókasavni – og var ljós undir lonini, so var opið.

Fyrst í sjeytiárunum samtykti Løgtingið, at kommunurnar ikki longur skuldu halda fyrstulærarum/skúlastjórum tænastubústað. Flestu kommunurnar seldu tí húsini, mong teirra til lærararnar, sum búðu har.

Niels Pauli keypti tí húsini við Sjógv í 1976. Soleiðis komu sethúsini, sum Bernhard lat byggja í 1930, aftur í familjuna. 

Kelda: torshavn.fo

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 14. september 2023

31 Leygardagur 16. september 2023

"Tá kríggið er liðugt" í Norðurlandahúsinum

Hvat ger kríggj við menniskju? Tað roynir Det Ferösche Compagnie saman við ukrainska leikstjóranum, Serhii Ilin, at geva føroyingum eina fatan av í leikinum, sum verður framførdur 21., 22. og 24. september

 
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Hvat ger kríggj við menniskju? Tað roynir Det Ferösche Compagnie saman við ukrainska leikstjóranum Serhii Ilin at geva føroyingum eina fatan av í leikinum Tá kríggið er liðugt. Sjónleikurin verður framførdur 21., 22. og 24. september í Norðurlandahúsinum.

Áðrenn Serhii Ilin kom til Føroya, arbeiddi hann í einum leikhúsi í Odessa, men tá Russland brádliga leyp á Ukraina, skuldi leikhúsið nýtast til sjúkrahús, og tí mátti leikhúsið lata aftur. Úrslitið gjørdist, at hann flýggjaði til Føroya undan tí, hann rópar skilaleysum kríggi.

Við leikinum, "Tá kríggið er liðugt", vil Serhii, saman við Det Ferösche Compagnie, geva føroyingum eina fatan av, hvussu samansett kríggj í veruleikanum er.
Leikurin snýr seg um ein sovjetskan hermann og eina týska kvinnu, sum hittast á hermótinum í Berlin, tá seinni veraldarbardagi er um at vera av.

Russiski tónasmiðurin, Ekaterina Pronoza, hevur skrivað tónleikin, og Pavel Pryazhko úr Hvítarusslandi hevur skrivað leikritið. Við einum slíkum samstarvi tvørtur um landamørk - ja, millum lond, sum í dag eru á hvør sínari síðu í krígnum í Ukraina, vísir leikbólkurin, at lond eru annað og meira enn tey, ið valdið hava í landinum - at veruleikin er nógv meira samansettur enn so.

Verkætlanin er eitt samstarv við Norðurlandahúsið, Reyða Kross Føroyar og Røde Kors Danmark

Det Ferösche Compagnie
M.A. Jacobsens virðislønti leikbólkurin, Det Ferösche Compagnie, hevur veruliga gjørt vart við seg í ár. Stórverkið "Lear Kongur" elvdi til mikið kjak, tí alzheimerrakta sjónleikarakvinnan, Birita Mohr, spældi høvuðsleiklutin sum aldrandi kongurin.

Og leikurin "Lykkenborg" hevur fingið luft undir veingirnar; undir heitinum "Castle of Joy" varð hann sýndur á altjóða palllistafestivalinum IETM í ár, og næsta ár verður hann sýndur í mentanardeplinum The Barbican í London. "Tá kríggið er liðugt" er sostatt teirra triðja leikverk í ár.

Toymi
Leikstjóri: Serhii Ilin
Leikrit: Pavel Pryazhko
Tónleikur: Ekaterina Pronoza
Ljóðmynd: Jens L. Thomsen
Pallmynd - Iryna Tolochko
Týðing: Trygvi Danielsen og Olga Markelova
Leikarar: Búi Dam og Kristina Sørensen Ougaard
Framleiðsla: Durita Sumberg

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 11. september 2023

32 Leygardagur 16. september 2023

Gospelkonsertir í Salt og Løkshøll

Svein í Prestgarði og Sarah & David Åstrøm úr Svøríki hava konsertir hetta vikuskifti

Sarah og David Åstrøm
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Hetta vikuskiftið koma gospelsangararnir Sarah og David Åstrøm úr Svøríki til Føroya at vitja, og fara at halda tvær konsertir saman við Svein í Prestgarði.

David Åstrøm hevur í yngru árum verið í Føroyum saman við Samuelsons har hann var klaverleikari – eisini vóru Sarah & David partur av árliga gospeltúrinum við Norrønu fyri tveimum árum síðani.

Hvalbingurin Svein í Prestgarði er væl kendur her á landi. Eisini uttanlands hevur hann seinnu árini ferðast nógv við sangi og boðskapi.

Rakel Bærendsen, systir Alex Bærendsen, og Oliva Tausen av Toftum fara eisini at syngja til konsertirnar, sum verða í Løkshøll í kvøld kl. 19.30 og í Salt sunnukvøldið kl. 20.

Tónleikarar verða: David Åstrøm, klaver, Petur Bærendsen, guittar, Filip Hansen, bass, Mortan Johannesen, trummur, Arnold Mortensen, steelguittar og Rakel Bærendsen og Olivia Tausen, kór.  

[object Object]
Svein í Prestgarði


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 11. september 2023

33 Leygardagur 16. september 2023

Varpið stóð sína roynd týskvøldið

Hildu ein serligan ráðstevnudøgurða í nýggja mentanarhúsinum í Klaksvík, hóast tað ikki er heilt liðugt enn

(Mynd: Klaksvíkar kommuna)
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

Nýggja mentanarhúsið í Klaksvík, Varpið, stóð týskvøldið sína fyrstu roynd, og hon var væleydnað.

Talan var um eina ferðavinnuráðstevnu, sum Visit Faroe Islands skipaði fyri saman við Visit Norðoy og Klaksvíkar kommunu. Í hesum sambandi varð vitjað í nýggja kappróðrarneystinum í Klaksvík og so varð bjóðað til døgurða í Varpinum, nýggja mentanarhúsinum, sum ikki er heilt liðugt enn.

Klaksvíkar kommuna skrivar á heimasíðuni, at talan var um eitt slóðbrótandi tiltak, tí gestirnir vóru partur ráðstevnu hjá ICCA, sum stendur fyri International Congress and Convention Association. Talan var sostatt um umboð og veitarar úr øllum heimunum, sum hvør í sínum lag arbeiða við at skipa fyri fundum, ráðstevnum og tiltøkum, vanliga nevnt MICE ferðavinna ella vinnuferðavinna. Hetta er sostatt fyrstu ferð at Klaksvíkar kommuna bjóðar seg fram at hýsa líknandi ráðstevnum.

ICCA ráðstevnan byrjaði í Havn mánadagin og gestirnir fara av aftur landinum hósdagin.

Longu í juni mánaða varð avgerð tikin um at bjóða stevnugestunum inn í nýggja mentanarhúsið.

- Hóast Varpið ikki er heilt liðugt enn, so varð hildið fast við avgerðini, um at hava sjálvan veitsludøgurðan í Varpinum. Hetta fyri at vísa gestunum teir møguleikar, sum eru við teimum nýggju, góðu kørmunum, sum koma at vera í Klaksvík, og við hesum bjóða Varpið og Klaksvík fram í ráðstevnu høpi í framtíðini.

- Hóast ymiskt arbeiði er eftir at gera, t.d. at stilla ljóð viðurskiftini, so vóru flest øll samd um, at helst er talan um ein av bestu konsert salunum í landinum, skrivar Klaksvíkar kommuna.

Enn er ikki greitt nær Varpið letur upp, men miðað verður eftir, at tað verður seinni í ár.

Les meira og sí fleiri myndir á heimasíðuni hjá Klaksvíkar kommunu

Herundir eru nakrar av myndunum: 

[object Object]

[object Object]
Einar Wagg og Føroya Bjór fingu handað eina virðisløn frá Klaksvíkar kommunu fyri teirra áhaldandi arbeiði innan menning og burðardygd

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 14. september 2023

34 Leygardagur 16. september 2023

Mentanardagar í Sunda kommunu komandi dagarnar

Árligu mentanardagarnir í Sunda kommunu eru byrjaðir

(Mynd: Sunda kommuna)
SkrivaÐ:

Alda Nielsdóttir

Mentanardagar eru í Sunda kommunu í døgunum 14. til 24. september, og sambært kommununi stendur nógv á skrá í ár.

– Hetta verða nakrir dagar fyri bæði stór og smá, við millum annað setan, felags morgunmati, Bubu, skúmveitslu, perlucafé, kondibingo, bátatúri, sangframførðslum, fjallatúri, kelvarenning, søluframsýning, kassabilakapping og nógvum øðrum góðum upplivingum, skrivar kommunan.

Skráin fyri mentanardagar sæst her.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 10. september 2023

35 Leygardagur 16. september 2023

Høyre vann kommunuvalið í Noregi

Arbeiderpartiet er ikki longur størsti politiski flokkur í Noregi

Leiðarin í høgraflokkinum, Erna Solberg, kundi fegnast um sigurin á kommunuvalinum í gjár (Mynd: EPA)
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

Val var í teimum 357 kommununum í Noregi í vikuni, og fyri fyrstu ferð síðan 1924 er Høyre nú størsti flokkurin í Noregi.

Konservativi høgraflokkurin gjørdist stóri vinnarin á valinum, og hevði eina framgongd á 5,8 prosentstig, og fekk 25,9 prosent av øllum atkvøðunum.

Sosialdemokratiski flokkurin, Arbeiderpartiet, fekk 21,7 prosent, og hetta er vánaligasta valið hjá flokkinum nakrantíð.

Serliga í teimum stóru kommununum gekk tað illa hjá Arbeiderpartiet, sum einans vann 12 av teimum 50 størstu kommununum. Seinast vann flokkurin 26 av hesum kommunum.

Hin stóri taparin á kommunuvalinum er Senterpartiet, sum gekk aftur í 187 kommunum.

Hesir báðir flokkar skipa norsku stjórnina, og verða nú revsaðir fyri, at norðmenn hava minni av pengum millum hendurnar, orsaka av dýrari streymi og mati og hægri rentum, skrivar NRK.

Men orsøkin til afturgongdina er ikki bert landspolitikkur. Í Finnmark hevur Senterpartiet mist nógvar atkvøður orsaka av, stóra verkið á Meløya nú skal rekast við ravmagni heldur enn gassi.

Og í fiskivinnubýunum fram við strondina, har nógv fólk starvast í alivinnuni, missa stjórnarflokkarnir undirtøku orsaka av avgerðini um at hækka nógv umstrídda laksaskattin.

Á kommunuvalinum hevur ein nýggjur flokkur sæð dagsins ljós. Flokkurin Industri- og næringspartiet fekk undirtøku frá 3 prosentum av veljarunum, og liggur nú á vágskálini í fleiri kommunum, og sleppur at avgera um býarstýrið skal vera reytt ella blátt.

Flokkurin arbeiðir fyri at Noreg skal vraka fleiri av sínum veðurlagsmálum fyri at gera meira burtur úr at leita eftir olju og gassi. Flokkurin vil eisini útbyggja vatnorkuna og gevast við at økja um vindorkuna.

Í høvuðsstaðarkommununi hava reyðu flokkarnir, Arbeiderpartiet, tey Grønu og SV havt leiðsluna seinastu átta árini. Men nú sær út til at valdið er koppað yvir til borgarliga vongin, við Høyre, Fremskrittspartiet, kristiliga flokkinum og Venstre.

Arbeiderpartiet hevði ringasta val síðan kríggið, og borgarstjórin, Raymond Johansen, hevur longu ruddað borgarstjóraskrivstovuna eftir valósigurin, skrivar NRK.

Í Bergen hevur arbeiðaraflokkurin eisini havt leiðsluna hesi seinaastu árini saman við ymsum samstarvsflokkum. Enn er ógreitt, hvat valið endar við. Arbeiderpartiet gekk nógv aftur, og Høyre gekk fram. Fremskrittspartiet tvífaldaði sítt atkvøðutal í mun til seinasta val.

Trondheim hevur verið undir leiðslu av Arbeiderpartiet síðan 1920’ini, og er ein høvuðsborg hjá javnaðarrørsluni. Nú er Høyre størsti flokkur í býnum, og enn er ógreitt hvør kemur at stýra kommununi komandi valskeið, tí bæði Senterpartiet, tey grønu og kristiligi flokkurin hava meldað út, at tey kunnu samstarva til báðar síður.

Á seinasta kommunuvali fekk Arbeiderpartiet leiðsluna í Stavanger eftir at Høyre hevði staðið á odda fyri kommununi í 24 ár. Men leiðslan hjá Arbeiderpartiet helt bara í eitt valskeið.

Tromsø verður tó framvegis reyð kommuna, hóast Fremskrittspartiet næstan tvífaldaði sína undirtøku. Arbeiderpartiet hevði framgongd her, meðan Senterpartiet næstan misti alla sína undirtøku.

Kelda: NRK


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 12. september 2023

36 Leygardagur 16. september 2023

Apple boyggir seg – gongur við til krav um USB-C-stikk

Ein sigur fyri ES-tingið, men ikki minst fyri brúkaran og umhvørvið

Ein apple telefon við USB-C løðistikki (Mynd: EPA)
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

Í meira enn tíggju ár hevur ES arbeitt fyri at fáa einstátta stikkini, sum vit brúka til at løða okkara telefonir við. Endamálið er, at tað verður lættari hjá okkum at deila og endurnýta stikkini tvørtur um telefonsløg og elektronisk tól.

Og nú sær tað út til, at hetta fjasið við løðarunum er av fyri milliónir av brúkarum – og at ES harvið kann njóta úrslitið av einum longum stríði móti KT-risanum Apple.

Maltesiski evropatinglimurin, Alex Agius Saliba, kallar hetta fyri eina “søguliga broyting”. Hann er ein av teimum, sum hevur staðið á odda í stríðnum móti Apple í hesum máli.

[object Object]
Alex Agius Saliba hevði eitt bunti av løðikáplum við sær upp á røðarapallin undir viðgerðini av málinum í ES-tinginum í fjør (Mynd: EPA)

- Vit hava ikki einans broytt mentanina fyri løðing í Evropa, men hava eisini broytt hann á heimsstøði. Apple sendir nú USB-C-stikk á marknaðin, ikki bert í Evropa, men eisini langt uttan fyri Evropa, sigur hann við Danmarks Radio.

Tí týsdagin upplýsti amerikanska fyritøkan, at Apple nú gevst við sínum egna streymstikki. Tað sokallaða lightning-stikkið, sum allar Apple-telefonir síðan 2012 hava brúkt.

Ein nýggj ES-lóg krevur, at fartelefonir frá á heysti 2024 skulu kunna løðast við sama slag av standard-løðara, USB-C.

Hereftir skulu allar telefonir, sum verða seldar í ES, halda hesar reglur, ið tryggja, at tær einans kunnu seljast við USB-C-løðara, og tí hevur Apple verið noytt til at rætta seg eftir hesum.

Í fjør samtykti ES-tingið eitt lógaruppskot hesum viðvíkjandi, og einasti framleiðarin, sum setti seg ímóti hesum frá byrjan, var Apple.

Apple situr á umleið 20 prosentum av marknaðinum fyri fartelefonir í heimshøpi, og á einum triðingi í Danmark, skrivar dr.dk. Sambært ES-nevndini stava 11.000 tons av elektroniskum burturkasti hvørt ár frá hesum løðarum. 

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 13. september 2023

37 Leygardagur 16. september 2023

Magn hevði aftur metúrslit í 2022

127,2 milliónir vórðu rindaðar í serligum vinningsbýti

(Savnsmynd)
SkrivaÐ:

Birgir Nielsen, Nira

Ársúrslitið fyri 2022 var 48,2 milliónir krónur, sum var 4 milliónir betur enn árið fyri. 

Men leggjast skal til merkis, at sølan í 2022 vaks heilar 600 milliónir krónur, har bert 4 milliómor meira enn undanfarna ár komu niður á botnlinjuna. Tí eru ”úrslit eftir skatt marginan” í prosentum minkaða úr 5 prosentum í 2022 til 3,2 prosent í 2021.

Magn hevur í 2022 rindað serligt vinningsbýti á 127,2 milliónir krónur umframt at uppskot um vinningsbýti fyri árið var 45 milliónir krónur

Rakstrarroknskapurin
Sølan hjá Magn øktist úr 893,5 milliónum í 2021 til 1.493 milliónir krónur í 2022. Talan er um ein vøkstur í søluni á heili 600 milliónir ella 67,1 prosent. Í leiðslufrágreiðiningi í roknskapinum verður ikki beinleiðis sagt hvør orsøkin er til nógv øktu søluna, men at leiðslan er nøgd við úrslitið sum serliga stavar frá sølu av olju til útlendsk skip umframt sølu av fastari ogn.

[object Object]

Úrslitið áðrenn avskrivingar og rentur, eisini nevnt ebitda, øktist úr 60 milliónum í 2021 til 91,3 milliónir krónur í 2022. Ein vøkstur á 11,9 milliónir ella 15 prosent.

Fìggjarligar útreiðslur eru nógv vaksnar hjá Magn í 2022. Rentuútreiðslurnar øktust úr 5,7 milliónum til 14,1 milliónir krónur í 2022. Hetta kemst av nógv øktu skuldini eftir eigaraskifti.

Ársúrslitið hjá Magn fyri 2022 var eitt avlop á 48,2 milliónir krónur, sammett við 44,3 milliónir í 2021. Vøksturin í ársúrslitinum í 2022 var 3,9 milliónir krónur ella 8,8 prosent.

Aðalfundurin hevur samtykt at útluta 45 milliónir krónur fyri roknskaparárið 2022, umframt at serligt vinningsbýti á 127,2 milliónir krónur eisini er goldið út í 2022.

Fíggjarjavnin
Fíggjarjavnin hjá Magn var í 2022 íalt 412,6 milliónir krónur samanbotið við 339,9 milliónir í 2021.

Støðisognin var íalt 200 milliónir krónur í 2022 samanborið við 191,9 milliónir í 2021. Ogn í umferð er økt úr 148 mió.kr. í 2021 til 212,6 mió.kr. í 2022.

Samlaða skuldin hjá Magn í 2022 var 395,8 milliónir krónur, í mun til 231,2 milliónir krónur í 2021. Skuldin er tískil økt 164,6 milliónir ella 71 prosent.

Eginpeningurin hjá Magn við árslok 2022 var 7,6 milliónir krónur sammett við 101,5 milliónir í 2021. At eginpeningurin er minkaður so mikið nógv í 2022 skal síggjast í samanhanginum av at nýggir eigarar tóku yvir felagið í 2022, og partur av fíggingini er framd inni í Pf. Magn við at útluta vinningsbýti til at fíggja keypið.

Lyklatøl
Rakstraravkastið  (EBIT-margin) hjá Magn minkaði úr 6,7 prosentum í 2021 til 5,0 prosent í 2022.  

Trygdarevnið hjá Magn, sum er eginpeningur í mun til samlaðu skyldur, er minkaður munandi í 2022, har trygdarevnið bert var 2,2 prosent sammett við 29,9 prosent í 2021.

Gjaldførislutfallið hjá Magn er minkað úr 115 í 2021 til 108 í 2022.

Samanumtikið má staðfestast at ársúrslitið hjá Magn í 2022 var sera gott, sum eisini er tað besta nakrantíð hjá felagnum. Hinvegin er rakstrarlønsemið minkað rímuliga nógv í 2022, orsakað av at nógv økta sølan ikki í eins stóran mun sum í 2021 í sama prosentstigi sást aftur á botnlinjuni. Men úrslitið er framvegis sera gott.

Magn er ikki líkað væl fyri fíggjarliga, sum undanfarna árið, og kemst hetta av at eginognin er minkað munandi í sambandi við eigaraskiftið og serligt útlutaða vinningsbýtið. Hetta nýtist kortini ikki verða nakar trupuleiki um Magn framyvir hevur eins góð rakstrarúrslit, sum væntandi koma at styrkja aftur um eginognina.

Magn upplýsir í roknskapinum, at 87 starvsfólk vóru í starvi í 2022.

Stjórar í Pf. Magn við árskiftið 2022 vóru Finn Jacobsen og Johnni Meinhard Poulsen. Nevndarformaður er Teitur Nolsøe Poulsen.

Skrásettur høvuðspartaeigari er Spf. Orkufelagið.

Greiningin er gjørd av Birgir Nielsen frá ráðgevarafyritøkuni Nira Sp/f

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 14. september 2023

38 Leygardagur 16. september 2023

Umhvørvisstovan góðkent royndarverkætlan hjá SEV

Umhvørvisstovan hevur góðkent eina tvey ára royndarverkætlan hjá SEV at seta eitt sjóvarfalsorkuverk út í Vestmannasund

(Mynd: us.fo)
SkrivaÐ:

Alda Nielsdóttir

Umhvørvisstovan hevur góðkent eina tvey ára royndarverkætlan hjá SEV at seta eitt sjóvarfalsorkuverk út í Vestmannasund.

SEV hevur síðan 2020 gjørt royndir við at framleiða el við sjóvarfalsturbinum í Vestmannasundi. Talan er um sjóvarfalsturbinur ella drekar, ið líkjast flogførum, sum sveima uppi í sjónum.

Drekarnir, sum SEV hevur sett út, hava ein framleiðslumátt upp á 100 kW, og drekin, sum ætlanin nú er at seta út, nevndur Dragon Class D12, er væl størri, og hevur ein framleiðslumátt upp á 1,2 MW, skrivar Umhvørvisstovan.

D12 drekin er 9,8 metrar langur, hevur eitt veingjabreiði á 12 metrar og vigar 28 tons. Drekin verður settur út á umleið 72 metra dýpi, og fer at sveima í eini áttatalsrás, sum er umleið 30 x 55 metrar á einum dýpi millum 35 og 65 metrar, meðan rákið er, men hongur stillur á 8 metra dýpi í kyrrindum.

Góðkenningin er gjørd við støði í eini umhvørvisárinsmeting fyri ætlaða orkuverkið, sum Havstovan hevur gjørt. Árinsmetingin viðger hvørja ávirkan verkætlanin kann hava á náttúru og umhvørvi. Í árinsmetingini verða árini á fisk, sjófugl, hval og kóp lýst eins og møgulig átøk, ið kunnu tálma árin á hval og kóp.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 13. september 2023

39 Leygardagur 16. september 2023

Mærsk skrivar grøna skipasøgu

Forkvinnan í ES-tinginum, Ursula von der Leyen, navngav hósdagin fyrsta grøna metanol bingjuskipið í heiminum, Laura Mærsk.  - ES fer at virka fyri at gera altjóða skipaferðslu grønari og er hetta fyrsta Mærskskipið “a big deal” segði hon

ES forkvinnan Ursula von der Leyen gevur fyrsta metanolskipinum hjá Mærsk navn (Mynd: Mads Claus Rasmussen/Søfart)
SkrivaÐ:

Jan Müller

Spenningurin hevur verið stórur kring allan heim undan navngevingini av fyrsta grøna metanol skipinum hjá danska reiðaríinum Mærsk, nú hetta er byrjanin til eitt heilt nýtt kapittul í altjóða skipaferðslu og sjóvinnu, har grøn brennievni skulu avloysa fossila orku.

Og tað er einki at siga til, at flest allir danskir miðlar høvdu hendingina á sínum forsíðum hósdagin. At forkvinnan í ES-nevndini var komin til Keypmannahavnar at navngeva skipið gjørdi ikki hendingina minni áhugaverda og týðandi.

[object Object]

At nýggja skipið fekk navnið Laura Mærsk var ikki av tilvild. Fyrsta skipið yvirhøvur hjá Mærsk í 1886 var Laura.

Tað umboðaði eina týðandi broytingartíð innan skipaferðslu, har farið var frá seglskipum til oljurikin skip. Nú verður so gingið frá fossilriknum skipum til grønrikin skip - ein broyting, sum vil nakað. 

[object Object]

Ursula von der Leyen brúkti høvið til at kunngera, at ES fer at arbeiða fyri at gera altjóða skipaferðsluna meira grøna.

- Hetta er ikki einans eitt stórt stig fyri Danmark og Evropa, men er tað fyri allan heimin.

Skipið fer at kunna brúka vanliga bunkaraolju eins og sigla við metanol, har útlátið er 65 prosent minni. Hetta er eitt kærkomið amboð í eini vinnu, sum fevnir um 3 prosent av altjóða útlátinum.

- Shipping, skipaferðsla er altjóða og tí er hetta fyrsta skipið av sínum slag bara byrjanin til nakað nógv størri. Vit arbeiða fyri at skerja CO2 útlátið innan sjóvinnuflutning, segðu ES forkvinnan m.a.

Stjórin í Mærsk, Vincent Clerc, segði m.a., at hetta fyrsta skipið er eitt avgerandi stig til at finna loysnir innan shipping vinnuna, men eisini eitt stig, sum fer at eggja øðrum innan aðrar vinnur til at ganga undan í grøna orkuskiftinum.

Mærsk hevur í dag 700 skip. Og komandi árini fer reiðaríið at endurnýggja flotan við 20 metanolriknum skipum. Annars verður eisini arbeitt við at broyta motorarnar á verandi skipum, soleiðis at tey kunnu brúka metanol eisini.

Ein av stóru avbjóðingunum er tó at fáa nóg mikið av metanoli til høldar. Umframt at bygt verður ein verksmiðja í Danmark til at framleiða grønt metanol, so hevur eitt nú norska orkufelagið Equinor lagt seg eftir at framleiða metanol til skipaferðsluna, og verður metanol frá Equinor tí eisini partur av brennievninum hjá nýggja Mærsk skipinum.

Eisini A.P. Møller Holding, sum eigur Mærsk, er við at gera stórar íløgur í fyritøkur, sum skulu framleiða metanol.

Keldur: Søfart, Politiken, EnergyWatch

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 14. september 2023

40 Leygardagur 16. september 2023

Oljuboring í Alaska: Biden broytir avgerð hjá Trump

Fyrisitingin hjá Biden forseta hevur avgjørt, at taka aftur loyvi til oljuboring í náttúruøkjum í Alaska, sum Trump lat í síni forsetatíð  

 
SkrivaÐ:

Jan Müller

Tað fekk øði í umhvørvisbólkar í USA, tá amerikanski forsetin Joe Biden herfyri lat amerikanska orkuristanum ConocoPhillips loyvi til at fara undir umfevnandi olju- og gassvirksemi í Alaska, sum skuldi varðveita og menna Alaska sum ein tann mest týðandi amerikanska olju- og gassstatin.

Biden tók avgerðina eftir stórt trýst frá stórum meiriluta av íbúgvum í statinum, nú olja og gass er høvuðsgrundarlagið undir tess búskapi.

[object Object]

Nú ljóðar, at Biden við nýggju avgerðini at steðga leitiloyvum í  náttúruviðkvomum økjum frá Trumptíðini roynir at gera gott aftur í sambandi við grøna orkuskiftið.

Hetta eru annars øki, sum verða mett at goyma nógva olju og gass skrivar World Oil. Oljuvinnan í USA heldur averðina hjá Biden verða í andsøgn við hansara egnu úttalilsi um, at oljufeløgini eiga at skunda undir framleiðsluna.

Avgerðin hjá myndugleikunum fer tó ikki at ávirka onnur loyvi, sum longu eru latin eitt nú risastóru Willowverkætlanina hjá ConocoPhillips.

Tó verður mett, at avgerðin fer at verða illa móttikin av leiðarum í oljuvinnuni og teirra stuðlum á Capitol Hill, sum halda, at stjórnin ber seg órættvíst at við at steðga orkumenningini.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 09. september 2023

41 Leygardagur 16. september 2023

Marrukent móti Moldova

Útiliðið revsaði Føroyar hart tíðliga í 2. hálvleiki, og sum heild gjørdi liðið hjá Håkani Ericson ov lítið rætt í avgerandi partinum fyri at vinna móti nummar 164 í heiminum

(Mynd: Jens Kr. Vang)
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

Ov lítið av góðsku í innleggunum, spælarar á "skeivum" staði ella ov lítið ágangandi í brotsteignum. Ov nógvir bóltmissir mitt fyri, og ov lítið avgjørdir samanlagt.

Føroyska A-landsliðið hevði, sum ætlað, bóltin væl meira á Tórsvølli sunnukvøldið móti Moldova, men fyriuttan fyrstu stóru løtuna vóru moldovar neyvari og meira vandamiklir.

Hóast spælið, avrikið og sonevnda úttrykkið var heilt gott fyrsta hálva tíman ella so, har Føroyar hildu trýstinum, so er tað hugstoytt, at Føroyar aftur fóru av vøllinum uttan stig.

[object Object]Jóannes Bjartalíð blokkerar fyri moldaviskari skotroynd (Mynd: Jens Kr. Vang)

Tað er eisini hugstoytt, at man tapir á heimavølli fyri Moldova, sum á pappírinum er nummar 164 í heiminum. Føroyar vunnu á hesum liðnum 7. september 2021, har okkara tyktust serliga fysiskt av álvara omaná. 

Jákup Biskopstø Andreasen misti púra óneyugt bóltin á hálvuni hjá Moldova í føroyskari álopsstøðu tíðliga í 2. hálvleiki, og okkara fingu ikki "umvælt" nóg skjótt. Føroyar stóðu høgt, og moldovar vóru kvikir og effektivir.

Sum heild var Moldova meira vandamikið, hóast Føroyar høvdu bóltin nógv meira. Heimaliðið hevði ikki eitt veruligt skot á mál í dystinum, og hetta er ikki nóg gott. Klæmint Andrasson Olsen og hinir fingu ikki nóg nógv burturúr, og at man skifti fleiri meira "verjukendar" spælarar inn gjørdi ikki góðan mun.

Í 89. minutti stútaði Gunnar Vatnhamar innlegg úr vinstru beint framvið, men nærri komu Føroyar ikki. Tað endaði 0-1, og Føroyar eru langt niðast við einum stigi í bólkinum. At man skal fáa stig móti Polandi í oktober ella Albania úti í november tykist ógvuliga ósannlíkt, og ein ávís afturgongd tykist at síggjast á ymsan hátt.

[object Object]Hannes Agnarsson í luftdysti við Artur Craciun (Mynd: Jens Kr. Vang)

EM-undankappingarbólkur E
Sunnudagin 10. september, á Tórsvølli
Føroyar - Moldova 0-1 (0-0)
53' Vadim Rata 0-1

Føroyar (4-4-2): Mattias Lamhauge - Gilli Rólantsson Sørensen (46' René Shaki Joensen), Odmar Færø, Gunnar Vatnhamar, Viljormur Davidsen (L) - Jóannes Bjartalíð, Brandur Hendriksson Olsen, Jákup Biskopstø Andreasen (Hørður Askham), Andrass Johansen (64' Sølvi Vatnhamar) - Klæmint Andrasson Olsen (80' Stefan Radosavljevic), Jóan Símun Edmundsson (64' Hannes Agnarsson) 

Áskoðaratal: 2.710

Støðan eftir fýra umfør: 
Kekkia 8 stig 
Moldova 8 stig *
Albania 7 stig
Pólland 6 stig
Føroyar 1 stig* 
*Ein dyst fleiri

[object Object]
Mattias Lamhauge hevði eina meistarliga bjarging seint í dystinum (Mynd: Jens Kr. Vang)

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 10. september 2023

42 Leygardagur 16. september 2023

Páll sendi KÍ stórt fet nærri FM

Undirhaldið í Gundadali var í 2. hálvleiki, har oddaliðið legði seg á odda tvær ferðir. HB megnaði ikki at svara aftur aðru ferð, og harvið fánaði FM-vónin

Páll Klettskarð var ísakaldur, tá hann kom á vøllin (Myndir: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

Hetta var kvøldið, har HB av álvara kundi seta eld í FM-stríðið, men KÍ og Páll Klettskarð køvdu hann.

Talan var um varnan fyrra hálvleik, har liðini skiftust um at hava leikliga yvirvág. Tað vóru tó teir blá, sum høvdu veruligu møguleikarnar. Tíðliga í dystinum var Bjarti Vitalis Mørk noyddur at stórbjarga, tá Árni Frederiksberg royndi seg.

Eftir ein tíma gekk tað tó ikki. Árni setti eitt av síum vandamiklum hornaspørkum tætt at málinum, og HB-málverjin og verjuspælari beindu bóltin víðari í málið.

[object Object]

Heimaliðið var kroyst at vinna, og svaraði eisini beinanvegin aftur, og longu tveir minuttir seinni varð 1-1: Innlegg úr høgru, og við aftaru stong var besti spælari í Betrideildini í august fríur. Adrian Justinussen setti høgra fótin á, og so var lív í.

Adrian noyddist tó út við skaða í lærkrikanum løtu seinni, og KÍ fór avstað við øllum. Páll Klettskarð var komin á vøllin, og afturvendi áleyparin og toppskjúttin í Betrideildini setti fótin á hart innlegg frá Jóannes Danielsen. Hetta var eftir flott álop, og so kundi áskoðararnir í bygdaskýlinum fegnast.

Soleiðis varð eisini eftir seinasta bríksl. KÍ helt fast  og stevnir beint ímóti føroyameistaraheitið á rað.

Betrideildin - útsettur dystur frá 21. umfari
Fríggjadagin 15. september í Gundadali

HB - KÍ 1-2 (0-0)
60' Sjálvmál (Árni Frederiksberg) 0-1
62' Adrian Rúnason Justinussen (Hanus Sørensen) 1-1
79' Páll Andrasson Klettskarð (Jóhannes K. Danielsen) 1-2

[object Object]

Støðan: 
1. KÍ 55 stig*
2. B36 49 stig
3. HB 47 stig
4. Víkingur 42 stig
5. 07 Vestur 31 stig
6. EB/Streymur 20 stig*
7. B68 18 stig
8. TB 16 stig
9. ÍF 12 stig
10. AB 10 stig
* Ein dyst færri

Komandi dystir, 22. umfar:
Leygardagin kl. 15: ÍF-07Vestur
Sunnudagin kl. 15: EB/Streymur-B36
Sunnudagin kl. 15: AB-TB
Mánadagin kl. 18: KÍ-B68
Týsdagin kl. 18: HB-Víkingur

[object Object]


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 15. september 2023

43 Leygardagur 16. september 2023

Kroatia knógvaði Føroyum í Klaksvík

Gutti Dahl-Olsen kom inn og minkaði til 1-3 og 2-3 eftir upplegg frá Gullbrandi Øregaard, og so var eldur í. Tað endaði tó 2-4 í U21-dystinum

Gullbrandur Øregaard úr norska Sandnes Ulf var eyðsýndur á miðvøllinum, og legði upp til bæði føroysku málini. Kroatar vóru tó tað sterkari samanlagt (Mynd: Bjarni Enghamar/Bjarna Myndir) )
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

Fyri fyrstu ferð í hesi undankappingini og fyri fyrstu ferð í Klaksvík, taptu Føroyar ein U21-landsdyst. Tað skuldi tó eitt sindur til hjá sterku og kviku kroatunum, ið allir spæla á størri adressum enn teir føroysku.

Áki Samuelsen var ógvuliga nær við at skora, beint áðrenn Kroatia skoraði flott leiðslumál í 17. minutti. Beint fyri hálvleik fekk útiliðið aftur eitt sindur ov nógv pláss, og so var talan um langskotsperlu.

[object Object]
Áki Samulesen skeyt beint framvið stongina eftir gott føroyskt kontraálop (Mynd: Bjarni Enghamar/Bjarna Myndir)

Tað gjørdist eisini 0-3, men tá hevði føroyska liðið ment seg nakað. Tað eydnaðist eisini at svara aftur: Innskifti Gutti Dahl-Olsen hevði seinasta fót á tvær ferðir.

Fyrst var tað eftir stórt kroatiskt uppspælsmistak, og løtu seinni var tað, eftir at sterki Noah Mneney vann bóltin væl, at kviki og snildi Áki Samulsen fór til stroks og legði innfyri úr høgru og stinni og stóri miðvallarin Gullbrandur Øregaard vann luftdystin.

[object Object]
Gutti Dahl-Olsen skoraði tvey mál eftir at hann varð innskiftur (Mynd: Bjarni Enghamar/BjarnaMyndir)

Alt var á gosi, eftir at EB/Streymarin hevði víst kaldleika og málnøs, men tíverri vóru kroatar eisini kyniskir, og revsaðu í yvirtíðini, tá Føroyar satsaðu.

Fýra stig eftir tríggjar dystir, og enn ein undirhaldandi og málríkir dystur. Hesaferð einki stig til Eyðun Klakstein og hansara menn, men teir vístu ávisar dygdir, og vóru hóast alt við til allarseinastu løtuna.

Føroyska U21-landsliðið spælir aftur í oktober. Tað er í Andorra.

U21 EM-undankapping, bólkur G
Týsdagin 12. september við Djúpumýru
Føroyar - Kroatia 2-4 (0-2)
17' Roko Simic 0-1
44' Veldin Hodza 0-2
75' Dion Beljo 0-3
78' Gutti Dahl-Olsen (Gullbrandur í Horni Øregaard) 1-3
85' Gutti Dahl-Olsen (Gullbrandur í Horni Øregaard) 2-3
90 (+2)' Marin Ljubicic 2-4

Føroyar (5-4-1/3-4-3): Ari í Haraldstovu Petersen - Signar á Brúnni (27' Bergur Poulsen), Børge Petersen, Áki Johannesen, Elias Rusborg (76' Gutti Dahl-Olsen) , Ási Dam - Áki Samuelsen, Gullbrandur Øregaard, Noah Hans Mneney, Olaf Bárðarson (46' Heini Fossdalsá Sørensen) - Jørgen Nielsen.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 12. september 2023

44 Leygardagur 16. september 2023

Poland kemur við nýggjum venjara í næsta mánaði

Fernando Santos fekk samanlagt seks dystir í sessinum hjá polska landsliðnum. Hann vann heimadystin móti Føroyum, men tapið í Albania sunnudagin var seinasta stráðið

Fernando Santos undir dystinum móti Føroyum í síðstu viku, sum Poland vann eftir tógvið stríð. Trýst var á honum áðrenn (Mynd: EPA)
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

Poland vann eftir tógvið stríð 2-0, tá Føroyar vitjaðu stóra leikvøllin í Varsjava fyri góðari viku síðani. Tá vóru polska liðið og portugisiski venjarin kroyst. Fernando Santos varð settur eftir HM-endaspælið í fjør, men 68-ára gamli venjarin er ikki longur í sessinum.

Santos vann EM við heimlandinum í 2016, men portugisiski venjarin hevur tapt tríggjar av teimum fimm undankappingardystunum í ár. 3-1 tapið í Kekkia var ikki tann besta byrjanin, og tvey mál fóru inn fyrstu minuttirnar. Tað var tó eingin "vanlukka", men at tapa 3-2 í Moldova eftir 2-0 leiðslu og so 2-0 í Albania sunnudagin í lykladysti kostaði.

Mikudagin varð kunngjørt, at venjarin var uppsagdur.

[object Object]
Fernando Santos kom í andglettin, og tapið í Albania sunnudagin avgjørdi endaliga, at hann misti starvið í Polandi (Mynd: EPA)

Poland hevur vunnið heimadystirnar á Albania og Føroyum, umframt ein venjingardyst móti Týsklandi, men tað sær heldur tungt út í mun til at koma til EM næsta ár. Liðið skal í øllum førum allarhelst vinna sínar seinastu tríggjar dystir - millum annað á Tórsvølli 12. oktober.

Hvør verður venjari tá er ikki avgjørt tá. Tað verður tó helst ein polendingur, sambært polskum miðlum.

Støðan í EM-undankappingarbólki G eftir 5. umfar: 
1. Albania 10 stig
2. Kekkia 8 stig
3. Moldova 8 stig
4. Pólland 6 stig
5. Føroyar 1 stig

12. oktober: Føroyar - Poland

[object Object]
Pólland og Føroyar dystast aftur skjótt (Mynd: Sverri Egholm)

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 14. september 2023

45 Leygardagur 16. september 2023

Champions League: KÍ endaði niðast í bólkinum

Tað endaði tó væl. Durita Hummeland skoraði einsamalla málið í øðrum hálvleiki móti danska meistaraliðnum, HB Køge, ið vann 3-1

Durita Hummeland gjørdist einasti føroyski málskjúttin í Danmark - hon skoraði móti meistarunum eftir at verða skift inn (Savnsmynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

Kvinnurnar hjá KÍ luttók í farnu viku í Champions League undankapping fyri 21. ferð. Tað er ongantíð eydnast at koma víðari úr slíkum undanbólkum, men KÍ hevur skaffað nógv flott stig í hesari øldini.

Hesaferð endaði tað við tveimum tapum og samanlagt 1-10 í málúrttøku móti ógvuliga sterkari mótsstøðu. Serbiska Subotica gjørdist ein alt ov stórur biti mikudagin, og farna fríggjadag vann vertsliðið 3-1 í dystinum um 3. plássið.

HB Køge skoraði øll trý málini í 1. hálvleiki. Tað endaði tó ikki við stórtapi móti trýfaldu donslu meistarunum. Í 2. hálvleiki fekk KÍ einsamalla málið. Tað var innskifta Durita Hummeland, ið sló til, tá ein tími var spældur.

Hagtølini vísa, at heimaliðið var greitt omaná. Tó er tað jaligt, at KÍ megnaði at enda væl í Køge. Liðskiparin og lyklaspælarin, Sanna Svarvadal, manglaði í kappingini. Hon hevur knæskaða og er heldur ikki tøk til fyrstu Nations League-dystirnar hjá A-landsliðnum.

Subotica vann 2-1 á Kups úr Finnlandi í avgerandi dystinum, og fer harvið víðari í Champions League. 

KÍ hevur tryggjað sær enn eitt FM-heiti. 7. oktober skal liðið royna at vinna greipuna annað árið á rað og fyri triðju ferð uppá fýra ár. Tá bíðar NSÍ í steypafinaluni.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 10. september 2023

46 Leygardagur 16. september 2023

Spennandi avbjóðing í Albania

Sigtór Petersen hevur úttikið 18 spælarar, ið skulu umboða Føroyar í UEFA menningarkapping í Albania frá 25. september til 3. oktober

Síðst í august mánað luttóku U15-genturnar í Baltic Cup í Litava. Seinni í hesum mánaðinum gongur leiðin til Albania, har UEFA menningarkapping er á skránni (Mynd: Bára Joensen)
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Seinni í mánaðinum fer U15-landsliðið við gentum til Tirana í Albania, har UEFA menningarkapping er á skránni. Umframt vertslandið og Føroyar, vera Malta og Luksemborg eisini við í kappingini.

Farið verður úr Føroyum mánadagin 25. september, og hópurin er heima aftur á klettunum týsdagin 3. oktober.

Sigtór Petersen er venjari hjá U15-gentunum, og saman við hjálparvenjaranum, Allani Smedemark hevur hann úttikið tær 18, ið skulu umboða Føroyar í menningarkappingini, sum verður í albanska høvuðsstaðnum.

Hópurin
Ása Lea Ellefsen Næss, B36
Maria Poulsen Hellisdal, B36
Ragnhild Magnusson, B36
Beinta Klemmentsen, B36
Sigrið Hansdóttir, B36
Lilja Debess av Teigum, B36
Lilja Højsted, B71
Laura Thorsteinsson, FC Suðuroy
Hanna Ellefsen, GVI (Danmark)
Elin Elmelund Hansen, HB
Hanna Thomsen, HB
Kaja Poulsdóttir Toftegaard, ÍF
Kára Sigurðsson, KÍ
Naomi Hansen, NSÍ
Emma Charlotta Knudsen, NSÍ
Rakul Maria Rasmussen, Skála
Sara Benjaminsen, Skála
Anna Katrina Gregersen Poulsen, Skála

Skráin
27. sept. Føroyar - Malta
29. sept. Luksemborg - Føroyar
02. okt. Albania - Føroyar

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 15. september 2023

47 Leygardagur 16. september 2023

European Cup: Neistin og Team Klaksvík skulu nú royna seg

Team Klaksvík spælir báðar dystirnar í Bosnia. Neistin tekur ímóti ísraelskum liði í kvøld og í annaðkvøld

Pauli Høj og hinir í Neistanum spæla báðar dystirnar móti Holon Yuvalim HC á heimavølli (Mynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

Hondbóltskappingarárið er av álvara farið í gongd. Hetta vikuskiftið er 2. umfar í fremstu deildunum á skránni, men tá spæla tvey lið eisini evropeiskan hondbólt.

Talan er um mansliðið hjá Neistanum og Team Klaksvík. Tey eru í fyrsta umfari í European Cup, sum nú fer av bakkastokki. Hetta er triðsterkasta evropeiska kappingin.

Sum útgangspunkt eiga liðini hvør sín heimadyst. Í teimum fyrstu umførunum er tað tó vanligt, at liðini avráða, at dystirnir verða spældir á einum staði við stuttum millumbili. Hetta serliga fyri at spara pening - so býtist man um ferðaútreiðslurnar hjá eina liðnum - og so at tað ikki órógvar dystarskrá annars ov nógv

Team Klaksvík spælir fyri fyrstu ferð í evropeiskari kapping, men tað verður eingin evropeiskur hondbóltur í Badmintonhøllini í Klaksvík enn. Felagið hevur játtað at spælt báðar sínar dystir í 1. umfari á útivølli. Tað verður Tuzla í Bosnia-Hersegovina, at felagið frá 2006 fær sín evropeiska elddóp.

Fyrri dystur var á skánni fríggjakvøldið, og seinni verður spældur sunnudagin kl. 14. Liðið, sum er endað við bronsuheiðursmerkjum tvey ár á rað, hevði frí í fyrsta umfari í Burn-deildini.

[object Object]Beinir Johannesen og liðfelagarnir skulu royna seg í Bosnia í vikuskiftinum (Mynd: Sverri Egholm)

Neistin hevur áður luttikið í evropeiskum kappingum, men nú eru nógv ár síðani. Teir í bláum spældu í vikuni javnleik móti Kyndli í sínum fyrsta landskappingardysti - í vikuskiftinum er tað ísraelsk mótsstøða í høllini á Hálsi.

Holon Yuvalim HC hevur játtað at spæla báðar dystirnar í Føroyum. Tí verður høllin á Hálsi karmur um European League-hondbólt í dag og í morgin. Báðir dystirnir byrja klokkan 17. Ilt er at siga, júst hvar Neistin liggur til mótsstøðuna - Føroyar hava tó áður staðið seg væl móti Ísrael.

Greipuvinnararnir H71 og VÍF, ið vann grundsspælið, byrja í 2. umfari og skulu royna seg seinni í mánaðinum. Tað skulu kvinnurnar hjá H71 og Neistanum eisini.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 13. september 2023

48 Leygardagur 16. september 2023

Team Klaksvík tapti greitt í fyrstu royndini

Seinni hálvleikur í Bosnia var væl betri á máltalvuni, men Jens Pauli Poulsen fekk álvarsaman skaða

Teir stríddust, men Team Klaksvík tapti 30-19 í sínum fyrsta Evropa Cup-dysti (Mynd: RK Sloboda)
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

Tað var eitt søguligt kvøld í gjárkvøldið fyri Team Klaksvík í Bosnia og Hersegovina, men tíverri ikki eitt so gott kvøld.

Ikki tí; Slobodan Tuzla var greiðir favorittur áðrenn, og Team Klaksvík var nakað betri við á máltalvuni í øðrum hálvleiki - fyri steðgin gekk illa at fáa mál. Munurin var tó samanlagt 11 mál, og verri var, at Team Klaksvík misti lyklaspælara, sum verður úti í langa tíð.

Jens Pauli Poulsen var mest eyðsýndi spælarin síðsta kappingarár - serliga í seinnu hálvu. Høgi klaksvíkingurin var tó so óheppin at slíta krossbandið eftir nærdyst tíðliga í øðrum hálvleiki.

[object Object]Jens Pauli Poulsen (nr.88) sleit krossband í øðrum knæi (Mynd: RK Sloboda)

Harvið er kappingarár hansara av eftir bert ein hálvleik. Stórur smeitur fyri Team Klaksvík og keðiligasti parturin av søguliga Europa Cup dystin.

Nýggi bakspælarin Brian Slyne gjørdist toppskjútti hjá føroyska liðnum við seks málum. Beinir Johannesen skoraði fýra. Team Klaksvík og Tuzla spæla aftur sunnudagin klokkan 14.

[object Object]Brian Slyne (Mynd: RK Sloboda)

[object Object]Sámal á Tjaldrafløtti (Mynd: RK Sloboda)

European Cup 1. umfar, fyrri dysturin
Tuzla, Bosnia og Hersegovina
Slobodan Tuzla - Team Klaksvík 30-19 (15-7)

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 15. september 2023

49 Leygardagur 16. september 2023

Kyndil tveitt venjaran til hús

Paulo Costa er ikki longur venjari hjá kyndilskvinnum

Paulo Costa (Mynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Eitt umfar er leikt er í landskappingini í hondbólti hjá kvinnum, og fyrsti venjarin er longu tveittur til hús.

In.fo skrivar, at Paulo Costa ikki longur er venjari hjá kyndilskvinnum.

[object Object](Savnsmynd: Sverri Egholm)

Hann livdi ikki upp til krøvini, og Kyndil hevur tí gjørt skjótt av og slitið samstarvið.

Paulo Costa var frá 2015 til 2018 tekniskur samskipari hjá U20- og U18-monnunum hjá Porto. Frá 2018 til 2020 stóð hann á odda fyri fremsta kvinnuliðnum hjá Füsche Berlin, og frá 2020 til í ár vandi hann fremsta kvinnuliðið hjá Maiastars í Portugal.

Kyndil vann fyri tveimum vikum síðani 30-23 á H71 í stórsteypadystinum, men fyri viku síðani gekk illa hjá teimum grønu. Tá blivu tær settar uppá pláss av Neistanum við úrslitinum 30-20.

Sunnudagin spælir Kyndil móti StÍF, og tá verður tað sambært in.fo við Geir Wardum sum venjara.

[object Object]Geir Wardum hevur áður verið venjari hjá kyndilskvinnum (Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 15. september 2023

50 Leygardagur 16. september 2023

Vestmenningar vunnu á útivølli móti greipuvinnarunum

VÍF er í ár at rokna sum FM-favorittur í Burn-deildini, og vann við trimum málum í Hoyvík. Hoyvíkskvinnur vunnu tó á VÍF, og StÍF byrjaði við sigri á Eiði

Hesaferð fekk H71 ikki steðgað Filip Jojic heilt so væl (Savnsmynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

Fyrsta veruliga hondbóltsvikuskifti í 2023/2024 kappingarárinum er farið afturum. Tveir dystir í fremstu deildunum vórðu spældir farna vikuskiftið.

Í Burn-deildini hjá monnum spældu greipuvinnararnir, H71, móti liðnum, sum vann grundspælið í fjør. H71 hevur mist fleiri lyklaspælarar - millum annað ársins spælara Róa Ellefsen á Skipagøtu og ársins verjuspælara Peter Krogh - meðan VÍF hevur hildið fast í stammuni.

Millum annað tí eru vestmenningar at meta sum FM-favorittar, og tað eydnaðist eisini at vinna í Hoyvík. VÍF legði hart út og var einaferð á odda 11-4. Tað gekk betri hjá H71 síðstu løtuna í hálvleikinum og beint eftir steðgin, men VÍF-sigurin kom ikki heilt í vanda: Trý mál á muni í steðginum og trý mál á muni tá samanumkom.

Týskvøldið spældu havnarliðini Neistin og Kyndil í høllini á Hálsi.

Kyndil hevur styrkt seg í summar, og nýggju danirnir gjørdu mun. William Skovsager og Tobias Thisen skoraðu samanlagt 19 mál, men hóast leiðslu til Kyndil í steðginum lá tað til Neistan, tá bert ein lítil løta var eftir.

Teir í bláum løgdu seg á odda við fýra málum, tá beint yvir fimm minuttir vóru eftir. Síðani skoraði Neistin ikki aftur, og Kyndil vendi øllum á høvdið. Tá bert nøkur sekund restaðu í, varð brotsskast dømt. Pauli Høj fekk reytt kort, og Neistin legði protest. 

Tobias Thisen skoraði uppá brotsskastið, og tað endaði 31-31. Umráðandi stig hjá Kyndli. 

[object Object]
Hallur Árason (nr.24) skoraði fýra mál fyri VÍF í trý-máls sigrinum (Savnsmynd: Sverri Egholm)

[object Object]
Sára Jacobsen (nr.25) skoraði heili tíggju mál  (Savnsmynd: Sverri Egholm)

Kvinnurnar hjá H71 hava eisini mist nógvar spælarar, men í fyrsta umfari í SMS-deildini vann liðið við fýra málum, tá VÍF vitjaði.

Tað leikaði leingi javnt á og var eisini javnt í steðginum, men sum seinni hálvleikur leið, tóku hoyvíkskvinnur eitt sindur yvir. Sára Jacobsen gjørdi bart á strikuni við tíggju málum.

Á Eiði var nýggi StÍF-spælarin ovast á listanum yvir toppskjúttar. Natasja Hammer er komin aftur úr íslendskum hondbólti, og spælir nú í hvítum og reyðum. Hon skoraði átta ferðir, tá unga StÍF-liðið, ið framvegis eisini hevur japanskan íblástur, vann tryggan sigur á EB.

Heimaliðið hevði tungt við at skora fyri steðgin, og í byrjanini av seinna hálvleiki fór StÍF veruliga frá.

Týskvøldið var grannauppgerð í Havn. Hóast Kyndil byrjaði dystin væl betri, so vunnu tær í bláum at enda greitt. Neistin skorði bert tvey mál fyrstu 13 minuttirnar, og bæði vóru brotskøst. Verjan hjá Kyndli eydnaðist væl, men sum dysturin leið, haltaði tað ov nógv í álopspartinum.

Kyndil saknaði Turið Arge Samuelsen, sum gekk á odda í stórsteypadystinum. Neistin fekk glið á, var á odda við tveimum í steðginum og bygdi á leiðsluna í 2. hálvleiki. Neistin vann við tíggju málum og fekk harvið frálíka byrjan uppá kappingarárið

SMS-deildin 1. umfar

Leygardagin 09. september
Stjørnan - VB 29-26 (12-15)
Toppskjúttar: Savica Mrkikj 10 mál, Durita Krosslá Hjelm 8 mál

Sunnudagin 10. september
H71 - VÍF 34-30 (15-15)
Toppskjúttar: Sára Jacobsen 10 mál, Fríða Nolsøe Olsen 8 mál

EB - StÍF 22-29 (7-11)
Toppskjúttar: Masa Varajic og Nukaaka Petrussen Lyberth 6 mál, Natasja Hammer 8 mál og Maria Mrdalo 6 mál

Týsdagin 12.09
Neistin - Kyndil 30-20 (11-9)
ToppskjúttarBjørk Franksdóttir Joensen 8 mál, Nadja Pejovic 8 mál
Burn-deildin 1. umfar

Burn-deildin 1. umfar

Leygardagin 09. september
StÍF - KÍF 26-34 (13-16)
Toppskjúttar: Rasmus Søby 8 mál, Trúgvi Hávardsson 7 mál

Sunnudagin 10. september
H71 - VÍF 25-28 (9-12)
Toppskjúttar:Sveinur Olafsson 8 mál, Filip Jojic 7 mál

Týsdagin 12. september
Neistin - Kyndil 31-31 (15-17)
Toppskjúttar: William Skovsager 10 mál, Tobias Thisen 9 mál  -  Pauli Høj og Phillip Harper Müller 7 mál

Frí: Team Klaksvík (Sjey lið eru, í mun til SMS-deildina har átta lið luttaka)

Komandi dystirnir

Burn-deildin:
Leygardagin kl. 18: KÍF - H71 (Høllin í Kollafirði)
Sunnudagin kl. 16: StÍF - Kyndil (Høllin á Skála)
Hósdagin: kl. 18.30: Team Klaksvík - Neistin (Badmintonhøllin)

SMS-deildin:
Leygardagin kl. 16: EB - H71 (Høllin við Streymin)
Sunnudagin kl. 13.30: Stjørnan - Neistin (KÍ-høllin)
Sunnudagin kl. 14: StÍF - Kyndil (Høllin á Skála)
Sunnudagin kl. 15: VB - VÍF (Høllin í Vági)

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 11. september 2023

51 Leygardagur 16. september 2023

Elias skoraði tvær ferðir í fyrsta Champions League-dystinum

THW Kiel vann tryggjan sigur í Zagreb. Elias Ellefsen á Skipagøtu spældi eina góða løtu og gjørdist fyrsti føroyski landsliðsspælarin í stóru kappingini

21-ára gamli føroyingurin og liðfelagarnir í Kiel komu aftur á sigurskós hósdagin, og Elias á Skipagøtu skrivaði nýtt kapittul í sína søgu (Mynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

Hóskvøldið setti THW Kiel hol á sítt Champions League-kappingarár. Hetta gjørdi týska stórfelagið við rímiliga stórum sigri á RK Zagreb.

Tað endaði 30-23 til Kiel. Í steðginum var munurin eisini sjey mál. Nummar 71 skoraði tvey av málunum hjá útiliðnum, og legði upp til eitt. Elias Ellefsen á Skipagøtu spældi eina góða løtu, og hóast hann brendi trý skot, so riggaði ymiskt eisni væl hjá spælskiparanum.

21-ára gamli hoyvíkingurin fekk harvið sín fyrsta dyst í stóru kappingini og er harvið eisini fyrsti føroyski landsliðsspælarin í Champions League.

Elias Ellefsen á Skipagøtu er tó ikki fyrsti føroyingurin, sum hevur spælt í fínastu evropeisku kappingini. Jóhan á Plógv Hansen hevur fleiri dystir, og eisini fitt av málum fyri Bjerringbro-Silkeborg í Champions League.

Nú spælir Jóhan fyri Flensburg-Handewitt, ið er arvafíggindi hjá júst Kiel. Í síðstu viku vann Flensburg-Handewitt í dramatiskum dysti móti Kiel, har føroyski høgri vongurin á danska landsliðnum skoraði seks mál.

Elias gjørdi fýra mál í tí dystinum, men hann og Kiel hava tapt tveir Bundesliga-dystir á rað. Sunnudagin var tað móti oddaliðnum Melsungen á heimavølli. Nú hevur liðið frí í tvær vikur frá Bundesliguni, meðan krevjandi Champions League-bólkaspælið av álvara kemur í gongd

Átta lið eru í bólkinum, og seks tey fremstu koma víðari. Kiel spælir aftur hóskvøldið 21. september, á heimavølli móti ungarska Pick Szeged.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 15. september 2023

52 Leygardagur 16. september 2023

Skulu stríðast um eitt HM-pláss í Serbia í november

Við finaluplássinum í EHF Championship vunnu føroysku U20-kvinnurnar sær rættin til hetta. Serbia, Spania, Italia og Kroatia eru eisini við

Føroyar stóðu seg væl í EHF-kappingini í Litava í juli. Nú er stór og spennandi uppgáva fyri framman (Mynd: EHF)
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

Føroysku U20-kvinnurnar skulu spæla HM-undankapping í Serbia november. Talan er um tær, sum eru føddar í 2004 og 2005, og um liðið, ið vann sær rættin til hetta í summar.

Hetta kunnger Hondbóltssambandið á heimasiðu sínari.

- Talan er um eitt sokallað millumumfar, har nr. 1 og 2 úr EHF Championship kappingunum í Litava og Kosovo í summar, og so lið nr. 15. og 16 í EM-endapælinum í summar, kappast um eitt HM-pláss. Liðini eru Spania, Føroyar, Italia, Serbia og Kroatia. Eysturríki hevði eisini rættin at luttaka, men hevur givið avboð.

Kappingin er á skránni í Serbia í døgunum 21. til 26. november. Vinnarin av kappingini fær pláss í HM-endapælinum, sum verður í juni í 2024 í Norðurmakedonia. Lið nr. 2 verður fyrsta eykalið til HM, í so fall at onkur tjóð velur ikki at luttaka.

[object Object]
Bjørk Franksdóttir Joensen í gjøgnumbroti í eina dystinum móti Spania. Hon varð valdur besti høgri bakkur í kappingini í juli, og gjørdist toppskjútti fyri Neistan í fyrsta umfarið í SMS-deildini (Mynd: EHF)

Harvið verður tað hart stríð hjá føroyska U20-liðnum við stórar hondbóltstjóðir at røkka hesum plássinum. Føroyar spældu ein ógvuliga javnan dyst móti Spania í bólkaspælinum, men tapti síðani stórt fyri sama liði í finaluni í Litava.

Á føroyska liðnum í november fara vit at síggja evnaríkar spælarar - fleiri av teimum gera veruliga vart við seg sum profilar og spennandi spælarar í SMS-deildini. 

HSF hevur samstundis kunngjørt, at tað verða Simon Olsen og Christoffur Gert Nielsen, sum halda fram sum venjarar hjá liðnum til hesa kappingina.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 14. september 2023

53 Leygardagur 16. september 2023

Simon nýggjur hjálparvenjari hjá kvinnum

29-ára gamli danin tekur við eftir Finn Hansson. Simon Olsen hevur royndir úr H71 og er eisini U20-landsliðsvenjari

Simon Olsen var í starvi hjá H71 frá 2020 til í summar. Nú hevur hann fleiri spennandi uppgávur í Hondbóltssambandinum (Mynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

Í oktober fer undankappingin til EM 2024 í hondbólti í gongd. Føroysku kvinnurnar leggja út við stórari uppgávu í Svøríki 12. oktober, og taka ímóti Íslandi í høllini á Hálsi tríggjar dagar seinni.

Nýggur høvuðsvenjari er. Royndi danin Claus Mogensen hevur tikið við, og nú er greitt, at talan eisini verður um danskan hjálparvenjara. Hann er ikki eitt ókent navn í føroyskum hondbólti.

Simon Olsen var í Hoyvík í trý ár. Hann tók sær av ungdómsliðum hjá H71, besta mansliðnum og til endans besta kvinnuliðnum eisini. 29-ára gamli venjarin vann nógv gull við H71. Hann hevur eisini staðið á odda fyri 04- og 05-árgangunum hjá kvinnum. Liðið hevur stóra uppgávu seinni í ár.

[object Object]
Simon Olsen undir leikbrái við tað sum tá var U19-kvinnulandsliðið (Mynd: EHF)

Tað fær Simon eisini við kvinnulandsliðnum. Hondbóltssamband Føroya boðar frá, at Simon Olsen tekur við starvinum eftir Finn Hansson. Finnur hevur verið har í fleiri ár, men nú gekk sáttmálin út.

- Sostatt verður tað Simon, sum saman við Claus Mogensen, høvuðsvenjara, og Mladen Mjerimacka, málverjavenjara, sum skulu leiða føroyska kvinnulandsliðið í EM-undankappingini í vetur.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 15. september 2023

54 Leygardagur 16. september 2023

Einki HM-heiðursmerki til Sverra

Hann gjørdist nummar fimm í A-finaluni í einskullara hjá monnum, tíggju sekund aftan fyri týska favorittin, Oliver Zeidler, sum endurvann HM-gullið

Sverri Sandberg Nielsen endaði á 5. plássi í A-finaluni sunnudagin (Savnsmynd: Balint Czucz)
SkrivaÐ:

Alda Nielsdóttir

Sunnudagin var A-finalan í einskullara hjá monnum í HM-kappingini í Beograd, og tíverri bleiv tað einki heiðursmerki til Sverra Sandberg Nielsen, sum umboðaði danska landsliðið.

Miðvingurin endaði á 5. plássi, og kom á mál 10 sekund eftir týska favorittin, Oliver Zeidler, sum varð fyrstur á mál við tíðini 6.38.08. Zeidler vann eisini HM-gull í fjør. 

Næstur á mál var niðurlendski Simon Van Dorp, og á triðja plássi var nýsælendski Thomas Mackintosh.

Undanfarna sunnudag vann Sverri annars innleiðandi róðurin, mikudaginin vann hann fjórðingsfinaluna, og fríggjadagin gjørdist hann nummar tvey í hálvfinaluni og tryggjaði sær harvið eitt pláss á olympisku leikunum í Paris næsta summar.

Sverri hevur eisini vunnið silvur á øllum trimum World Cup stevnum í ár. Á øllum trimum stevnum var tað eisini Zeidler, sum fór av stað við gullinum.

Í EM-kappingini í mai bleiv tað tó heldur ikki til nakað heiðursmerki til miðvingin, sum tá endaði á fjórða plássi. Tá endaði Zeidler sum nummar trý.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 10. september 2023

55 Leygardagur 16. september 2023

Lærumeistarin fekk harða kapping frá lærlinginum

Sunnudagin varð brekkusúkkling fyri fyrstu ferð roynt í Føroyum í sambandi við Vestmannadagarnar - Helgi Winther Olsen varð fyrstur á mál, men hann fekk harða kapping frá unga Niklas Halgren Niclasen

 
SkrivaÐ:

Innsent

Tórshavnar Súkklu- og Triathlonfelag skipaði varna vikuskiftið fyri serligari súkklukapping undir Vestmannadøgunum.

Hetta var fyrsta ferð, at brekkusúkkling varð roynd í Føroyum. Í Bretlandi er hetta eitt sera stórt tiltak. Leisturin fyri hetta slag av súkklukapping er, at brekkan er brøtt og teinurin stuttur. Teinurin í Vestmanna var einans hálvan annan kilometur til longdar, men hóast tað so hingu luttakarar á súkklunum tá teir komu á mál bert fáa minuttir eftir, at teir vóru byrjaðir.

Byrjað varð við Reyða Torgið, og síðan gekk leiðin niðan eftir "Posthúsbrekkuni", eftir Heygøtu, Toftavegi, Garðavegi, og síðan allan vegin niðan Meðalsbrekku, niðan til goymsluna hjá Vestmanna Kommunu.

Helgi Winther Olsen er ein av okkara sterkastu súkklarum, og var hann tí favorittur at vinna kappinina. Og Helgi vann, men hann fekk harða kapping frá "lærlinginum". Helgi hevur verið, og er, venjari hjá unga Niklas Halgren Niclasen, sum var sera stinnur í hesari serligu kapping.

Niklas hevur ment seg nógv seinastu árini, og frálíka úrslitið sigur okkum, at miðvísa venjingin nú hevur givið úrslit. Bert 9 sekund vóru millum Helga og Niklas.

Hesir vóru í einum flokki fyri seg. Meðan tað var tætt millum nummar eitt og tvey, so var umleið ein minuttur aftur til bronsuvinnaran.

Gunnar Dahl-Olsen gjørdist nummar trý, men bert eitt sekund skilti triðja og fjórða plássið. Og eins tætt tað var millum 3. og 4. plássið.

Fleiri av súkklarunum hava røtur í Vestmanna, men ein kapping var millum teir vestmanningar, ið luttóku í hesari hørðu og spennandi kapping. Ein vestmenninguar luttók og gjørdist hann tí "local hero". John Zarchariasen vann hesa kappingina.

Úrslit, Brekkukapping, Vestmanna 2023:
1. Helgi W. Olsen, 4 minuttir 38 sekund
2. Niklas H. Niclasen, 4:47
3. Gunnar Dahl-Olsen, 5:37
4. Bogi Gregersen, 5:38
5. Casper Rosen, 5:43
6. Flovin Ejdesgaard, 5:45
7. Rógvi Róin, 5:52
8. Jón Helgi Lamhauge, 6:22
9. Jens Mortan Rasmussen, 6:23
10. John Zachariasen, 8:49
11. Mikkjal Rosen, 8:50
12. Pauli Steinberg, 9:12

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 11. september 2023

56 Leygardagur 16. september 2023

Føroyingar góð úrslit í draft triathlon

Samanlagt gjørdist Magni J. Hansen nummar tvey og Bergtór Thorsteinsson nummar fimm í DM-kapping

Magni J. Hansen og Bergtór Thorsteinsson avmyndaðir á oyggjaleikunum í summar (Mynd: Jens Kr. Vang)
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

Seinasta umfarið í DM seriuni í draft triathlon var hildið farna vikuskiftið. DM serian fevnir um fimm umfør, har fyrsta umfar var í mai og seinasta umfar var leygardagin 9. september.

Draft-triathlon er eyðkent við, at teinarnir eru styttri enn vanligt triathlon, og so hava luttakararnir loyvi til – í súkklingini – at livvja í lívt aftan fyri ein annan.

Ársins seinasta umfar var í Aarhus í leygardagin. 20 luttakarar stóðu klárir á strondini í Tangkrogen, tá startskotið ljóðaði, teirra millum fuglfirðingarnir Bergtór Tórsteinsson og Magni Jóhansson Hansen, sum fyrr í summar báðir umboðaðu Føroyar í triathlon á oyggjaleikunum á Guernsey.

[object Object]

Svimjingin fór fram á sjónum. Tað var eitt nakað av aldu, og gjørdi tað svimjingina eitt sindur avbjóðandi. Eftir at hava svomið 350 metrar á sjónum, skuldu luttakarnir súkkla tveir umgangir á 5 kilometrar. Tað vóru nógv sving á rutuni, og hóast kappingin var í Danmark, so var eisini onkur brekka. At enda skuldu luttakarnir renna 2,5 kilometrar á einari gøtu við skiftandi undirlagi, grús og asfalt.

Styrkin hjá Bergtóri er svimjingin, og hann kom upp úr aldunum á einum fjórða plássi, meðan Magni var nøkur pláss longur afturi. Í skiftiøkinum vann Magni eitt sindur av tíð, við sera skjótum skiftum, og vann sær nøkur pláss fram.

Tá teir fóru at súkkla, var Bergtór á fimta plássi og Magni hevði vunnið seg fram á sjeynda pláss.  Teir báðir og ein dani arbeiddu væl saman á súkkluni, júst sum ein eigur í draft. Saman hálaðu teir spakuliga inn á kappingarneytarnar, sum vóru frammanfyri.

Bergtór hevði ein lítlan skaðai lærinum frammanundan, sum í kappingini fór at arga, og sakk spakuliga afturúr teir seinastu tveir kilometrarnar á súkkluni.

[object Object]

Tá súkklingin var liðug og renningin byrjaði, hevði Magni tikið seg fram á fimta plássið. Hann helt á, og vann seg skjótt fram í renningini. Við einari miðalferð á 3,39 min/km rann hann seg fram á triðja plássið. Kappingin um triðja plássið var tó hørð, og Magni mátti lata skarvin yvir í endaspurtinum, og kom á mál í einum góðum fjórða plássi.

Lærið hjá Bergtóri argaði eisini, tá hann fór at renna, men treiskur sum hann er, kom hann á mál á einum flottum 10. plássi.

Samlað gjørdust føroysku triathletarnir nummar tvey og fimm í donsku DM seriuni í draft triathlon.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 13. september 2023

57 Leygardagur 16. september 2023

Klokkarin í Elduvík 75

Tórbjørn Jacobsen, borgarstjóri skrivar føðingardagsheilsan til Dánial Martin Hansen, klokkara í Elduvík

 
SkrivaÐ:

Føðingardagsheilsan / Tórbjørn Jacobsen

Dánial Martin Hansen fylti 75 ár sunnudagin 10. september, og hóast hann í gerandisdegnum er elduvíkskingur par excellence, so rennur nakað væl av fugloyarblóði í honum, - mamma hansara var úr Hattarvík. Pápin var úr Elduvík, og tey settust niður í bygdini, og soleiðis hevur Dánial Martin búð dastið av lívinum í hesi vøkru bygd, sum fram um alt er hansara eygnasteinur. Í dag búgva 15 fólk í bygdini.

Av ymsum orsøkum gjørdist hendan bygdin ein serlig sfera í mínum hugaheimi, heilt frá tí eg var óviti. Ein langabbasystir mín úr Niðristovu á Glyvrum giftist til Elduvíkar (hon var omma Jørgen-Frantz Jacobsen), omma mín í Gøtu átti eina sera góða vinkonu í bygdini - sum var nógv umrødd í Grógv og seinri, pápi mín búði eitt drúgt skifti undir krígnum í bygdini saman við Trinu í Liðanum, sum var gumma hansara og í fleiri ár var hon húshjálp hjá ommu mínari á Glyvrum, í realskúlanum á Glyvrum og í Hoydølum var eg floksfelagi við Leiv Clementsen, sála, og har royndi bygdarmaður hansara, elduvíkskingurin Christian Haraldsen, at læra okkum at tosa og skriva á fronskum máli.

Í 1968 gingu vit til Elduvíkar – vegurin kom nakað seinri - Trina, pápi, ein systir og sjálvur. Búðu hjá Jóhan í Liðanum og konu hansara. Eftir eitt drúgt vikuskifti høvdu vit verið á gátt í øllum húsunum, og blíðsskapurin var sum vera man stórur. Trina og gamli kendu hvørja kleyv, harvið var nógv at práta um. Dánial Martin hevur tá verið um 19-20 ára aldur, og helst hevur hann verið av bygdini tá. Hann lærdi til bygningssnikkara hjá Byggivirkinum í Klaksvík, og seinri arbeiddi hann í nógv ár hjá byggivirkinum Waagstein, seinri aftur á Skála Skipasmiðju og hjá Óla Chr. Danielsen.

Hin fyrsta august í 2010 varð eg settur havnameistari við Runavíkar havn. Soleiðis fekk eg ábyrgdina fyri havnum, bátahyljum, støðum og lendingum í allari kommununi – í 15 bygdum. Ein teirra var Elduvík. Vitjaði javnan bygdirnar, og tað gekst væl at koma á tal við bygdarfólki. Í Elduvík vóru tað serliga Dánial Martin, Anfinn Clementsen, Bjarni Garðshorn og Erling Joensen, hjá Joel, sum eg kom á tal við, og úr samrøðum við hesar menn fekk eg av álvara bygdina undir húðina aftur. Bjarni og Erling fóru í annað ljós fyri nøkrum árum síðan. Sum Janus meginskald tók til á sinni: “Har ljós brenna fá undir lágari lon, sæst gjølla, tá eitt teirra slóknar. Tá maður verður til fúkandi fon, hitt fámenta liðið hoknar”.

Nú er tað ikki nøkur loyna, at vit báðir Dánial Martin ikki eru serliga samdir á partapolitiska mótinum. So langt frá hvørjum øðrum sum tilber. Hann var meiri samdur við táverandi borgarstjóra - Magnus Rasmussen. Hann var heldur fámæltur fyrstu og aðru ferð eg var har norðuri, visti kanska ikki hvussu hann sum ramur sambandsmaður skuldi snúgva sær inn undir húðina á einum loysingarmanni, men mítt starv var avlúsað politiskt og partapolitiskt, og royndi eg av øllum alvi at halda stílin samsvarandi hesum. Ein dagin ringdi hann til Rasmussen borgarstjóra og helt fyri, at hasin havnameistarin hjá honum nú ikki var so galin allíkavæl. Tá brast fyri nevi, og síðan hava vit verið vinmenn. Dánial Martin er óførur at siga frá, táið okkurt krevur ábøtur í bygdini, og síðan býráðið lat mær borgarstjórasessin til láns frá 1. januar í 2016, hevur hann virkað sum eitt slag av guvernøri í Elduvík. Í dagligari talu rópi eg hann bara fyri: Guvernørurin í Elduvík. Hann var onkuntíð bygdaráðslimur í Elduvíkar kommunu, og í fleiri syftum hevur hann sitið í staðbundnu nevndini fyri bygdirnar Elduvík og Funningsfjørð. Har hittast vit eisini nakrar ferðir um árið. Tey flestu hava sæð sjónvarpsupptøkurnar í skúlanum í Elduvík, táið val hava verið. Tær eru legendariskar og Dánial Martin hevur í mong ár verið formaður í valstýrinum.

Nú er tað ongin loyna, at vit báðir Dánial Martin eru svornir fólkakirkjumenn. Komist ikki við nakran, sum kennir størri ábyrgd fyri kirkjuni enn júst hann. Tað er ikki bara sum at siga tað í einari bygd við 15 fólkum – men tað hevur hepnast honum sum kirkjuráðsformanni at fáa djáknar og urguleikarar úr ymsum heraðshornum í oynni, soleiðis, at guðstænasta kann verða hildin hvønn einasta sunnudag, táið tað annars er klúgvandi. Elduvíkar kirkja er partur av Fuglafjarðar kirkjusókn, prestagjaldi, og prestur vitjar tíðum bygdina í starvsørindum, og tað er mín fatan, at formaðurin og prestarnir hava havt eitt sera gott samstarv gjøgnum árini. Dánial Martin hevur sitið í kirkjuráðnum fleiri setur, og síðan 1988 hevur hann verið klokkari. Tað er ein uppgáva, sum hann tekur í størsta álvara. Hann ynskir ikki at ravmagn verður sett á kúlvin, ringjast skal við handamegi, klangurin er betri, sum hann tók til nú ein dagin, eg fregnaðist eftir, nær ið automatiseringin fór at gera innrás í torninum. Hann er mest átøkur gitna klokkaranum í Notre-Dame katedralinum í París í mannagongdini. Serliga táið hann fyri útgangsbønina fer treystliga úr kórinum aftur ígjøgnum skipið, seigliga upp ígjøgnum trappurnar, har tað ríkir so hulisliga úr hvørjum spreki, og so fær klokkan av at vita, táið hann sveiggjar kúlvin inn í hana við togendanum bregdaðum um høgra skøvning. Ongin klokkari ringir so leingi sum klokkarin í Elduvík, tað hevur hann frá pápa sínum, sum eisini var klokkari í kirkjuni. Alt tað sum hevur við kirkjuna at gera er sum eitt kall fyri hann, og hann ger tað við hugi, trúgv og kærleika.

Táið tað fekst í lag at geva søgnini um Marmennilin eina áminning í standmynd, var Dánial Martin – saman við Rodmundi og Rasmusi – valdur í ein bólk at skipa fyri hesum, eisini tá samstarvaðu vit væl og leingi, eftir at kommunan eisini gjørdist ein natúrligur partur av hesum átaki. Ein verkætlan sum eydnaðist væl, og fyri fáum døgum síðan skipaði sami bólkur fyri einum sera væleydnaðum Elduvíksdegi.

Dánial Martin er íðin grindamaður, og eisini í tí høpinum hittast vit við grindaformonnum og sýslumanninum fyri Eysturoy við jøvnum millumbilum – seinast í skúlanum í Elduvík fyri kortum. Í gamla skúlanum í bygdini – bygdur í 1887 – eigur hann nógvar løtur. Hann og onnur hava fingið eitt slag av bygdarsavni upp at standa, og í næstum verður farið undir at gera tað rúmsáttari kring um skúlan soleiðis, at hann gerst betri egnaður til bygdarinnar felagslív og til tess at taka ímóti ferðafólki – bæði av fjørðinum og oman úr fjøllunum.

Í dag fyllir Dánial Martin 75 ár. Hóast vit eru ósamdir um okkurt, eru vit samdir um nógv, serliga um tað sum kann vera bygd hansara til frama og menning. Í Dánial Martini fekk eg ein treytaleysan og loyalan vinmann, sum hevur verið mær og okkum, sum starvast hjá kommununi, ómetaliga góður í ávikum. Sama trúfesti sum hann sýnir kirkjuni, bygdini og kommununi, sýnir hann vinfólkum sínum. Størri dygd finst neyvan. Fyri Runavíkar kommunu og meg sjálvan fari eg við hesum fáu og fátæku orðum at ynskja tær hjartaliga til lukku við degnum, nú tú fer um trífjerðingsøldina. Takk fyri alla ta hjálp, sum vit hava fingið.

Mátti byrurin verið tær blíður í ókomnum døgum. Tín vinskapur hevur munað mær og mongum væl á lívsleiðini. Tær og tínum líkum - kring um í bygdunum - fyri at takka, fann eg skjótt útav, at ein kommuna skal hugsast frá ytstu mørkum inn á miðjuna, ikki øvut, bara soleiðis fæst hon at hanga saman. Umráðandi er at varðveita serstaku mentanina í hvørjari bygd sær, annars missir kommunan optimala litbrigdið, sum ger hana áhugaverda, og ein av teimum sum borgar fyri hesum er Dánial Martin Hansen.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 11. september 2023