Leygardagur 23. september 2023 | Nr. 38 | Árgangur 4 | Kr. 0,00
SíÐa 3
SíÐa 11
SíÐa 12
SíÐa 25
SíÐa 41
SíÐa 21
Nýggj útgáva hvønn leygarmorgun kl. 7
Í vikuni kunngjørdi Hagstovan hagtølini fyri føroyska útflutningin sjey teir fyrstu mánaðirnar í ár.
Tað er at undrast yvir, at afturgongd er á so at siga øllum fiskasløgum, sum vit útflyta. Fyri bæði makrel og sild var afturgongdin góð 4.000 tons, meðan afturgongdin í útflutninginum av svartkjafti er 14.000 tons.
Hetta sama tíðarskeiði er útflutningurin av teirri vøruni, sum Hagstovan kallar fyri “slógv og fiskaúrdráttir” vaksin við umleið 40.000 tonsum úr knøppum 18.000 tonsum sjey teir fyrstu mánaðirnir í fjør til næstan 59.000 tons somu mánaðirnar í ár.
Samstundis er ein bólkur, kallaður “annar fiskur” vaksin við 73.000 tonsum úr 87.000 upp í 160.000 tons.
Sambært Hagstovuni er tað “fiskamjøl, fóður, lýsi og líknandi”, sum er koyrt í hesar bólkarnar.
Kanska finst tað ein rímilig frágreiðing uppá, hví mynstrið í útflutninginum er broytt so drastiskt hetta árið. Tað fáa vit tíverri ikki at vita frá Hagstovuni, sum bara skrásetir og ikki greinar.
Men við at sammeta útflutningstølini í nøgd og í virði, so sæst, at miðalprísurin á makreli er hækkaður rættiliga fitt hetta árið. Sildin er hækkað eitt vet, meðan svartkjaftaprísurin er farin aftur.
Men miðalprísurin pr. kilo av “slógvi”, hvat tað so enn her, er eisini hækkaður úr 4 heilt upp á næstan 7 krónur kilo – næstan tað sama sum fæst fyri sildina. Meðan miðalprísurin fyri “annan fisk” er minkaður, men er kortini høgur, yvir 10 krónur fyri kiloð.
Kortini tykist tað undarligt, at vit, sum verandi millum heimsins fremstu fiskivinnutjóðir, eru farin at slaka um góðskukrøvini á okkara fiskavørum fyri í staðin at útflyta ein alsamt størri part av veiðini frá okkara fiskiførum sum slógv.
Tá tað loysir seg betur at handfara veiðuna sum skræpu, tí hon kortini fer til ídnað heldur enn til matna, so er okkurt grundleggjandi galið í okkara skipan.
Enn einaferð hevði Articon besta ársúrslitið, sum var 24,8 milliónir krónur. Tað var eisini áttanda árið á rað, at Articon hevði besta ársúrslitið millum føroysku byggifyritøkurnar
Ráðgevingarfyritøkan Nira hevur gjørt eina roknskapargreining av roknskapunum hjá føroysku byggifyritøkunum.
Talan er um byggifyritøkur, sum í 2022 høvdu ein bruttovinning, sum var størri enn 10 milliónir krónur. Talan er ikki um eina kanning av allari byggivinnuni í Føroyum, men bert teimum størstu fyritøkunum, sum í hesi kanning eru 14 í talið.
Tá hugt verður eftir samlaða ársúrslitinum eftir skatt hjá øllum teimum 14 størstu byggifyritøkunum í 2022, var talan um eitt samlað ársúrslit á einans 9,5 milliónir krónur.
Hóast hetta er eitt vet betri enn í 2021, so er hetta munandi lægri enn eitt meðal ár hjá hesum feløgum seinastu 17 árini. Meðal ársúrlitið hjá øllum teimum 14 byggifyritøkunum seinastu 17 árini er 32,2 milliónir krónur um árið.
Tað má tí staðfestast at byggivinnan samlað hevði eitt vánaligt ár í 2022.
Men stórur munur er á ársúrslitinum hjá størru byggifyritøkunum, sum vit nú skulu fara nærri inn í.
Pf. Articon aftur besta ársúrslitið
Besta úrslitið í 2022 í kanningini hevði enn einaferð Pf. Articon, sum hevði eitt avlop á 24,8 milliónir krónur. Úrslitið hjá Articon var 8 milliónir krónur betri enn í 2021.
Næstbesta úrslitið hevði Spf. Jóan Petur Vang Sp/f, sum í 2022 hevði 18,3 milliónir krónur, samanborið við 3,3 milliónir í avlopið í 2021.
Niðast á listanum er Pf. J&K Petersen Contractors, sum í 2022 hevði eitt hall á 32,2 milliónir krónur, meðan Pf. MT Højgaard Føroyar hevði eitt hall á 31,2 milliónir krónur.
Viðmerkjast skal, at MT Højgaard hevur upplýst, at teir gevast við virkseminum í Føroyum eftir fleiri vánalig ár.
J&K Petersen hevur upplýst, at tey í hálvársúrslitinum 2023 aftur hava vent gongdini til eitt avlop.
Átta feløg høvdu betur úrslit og seks verri
Um hugt verður eftir øllum teimum 14 feløgunum, so er sera misjavnt hvussu árið hevur hilnast.
Tað vóru átta feløg sum í 2022 høvdu betur úrslit og seks feløg sum høvdu verri úrslit í 2022, tá semanborið verður við 2021 úrslitini.
Tey átta feløgini sum høvdu betri úrslit høvdu samanlagt eitt betrað ársúrslit á 33,1 milliónir krónur í 2022 sammett við árið frammanundan. Hini seks feløgini høvdu samanlagt 23,6 milliónir krónur verri ársúrslit í 2022 sammett við 2021.
Sæð yvir tey síðstu 17 árini, frá 2006 til 2022, so hava úrslitini verið sera misjøvn í byggivinnuni. Articon kann tó vísa á ta bestu gongdina flestu árini.
Fyri allar 14 byggifyritøkurnar í kanningini, sæst, at tað hava verið trý høvuðstíðarskeið:
Í 2006 til 2010 vóru niðurgangstíðir, har ið samlaðu ársúrslitini fullu úr 36 milliónum í 2006 til -20 milliónir krónur í 2010.
Frá 2010 øktist úrslitini støðugt til tey vóru í hæddini í 2018, tá ið samlaðu ársúrsltini vóru 102 milliónir krónur.
Síðani 2018 hava ársúrslitini hjá størru byggifyritøkunum, í søguliga bestu tíðum, fallið úr 102 milliónum til umleið 0 í 2021 og 9,5 milliónir krónur í 2022.
Viðmerkjast skal at vánaligu árúrslitini hjá tveimum stórum feløgum merkja samlaðu gongdina og úrslitið munandi. Um vánaligu ársúrslitini hjá J&K Petersen Contractors og MT Højgaard ikki høvdu verið í 2021 og 2022, so høvdu samlaðu ársúrslitini hjá størru byggifyritåkunum ligið á 50 og 73 milliónir krónur í 2021 og 2022.
Men tað er allíkavæl undrunarsamt, at byggifyritøkurnar, ikki hava vunni meira pening, tá ið búskaparligu tíðirnar hava verið somikið góðar síðstu mongu árini, tá metnógvar almennar, kommunalar og vinnligar byggiverkætlanir hava verið í Føroyum.
Fleiri orsøkir kunnu verða til minkandi úrslitini hjá byggifeløgunum.
Í fleiri førum hevur stýringin á størru byggiverkætlanum helst ikki verið nøktandi, og kann hava givið tap.
Ein onnur orsøk kann verða ein hørð kapping millum byggifyritøkur í almennum tilboðum, har prísirnir hava verið ov lágt mettir í mun til verkætlanina.
Stóri mangulin uppá starvsfólk verður av nógvum í vinnuni nevnt sum ein orsøk til eitt hækkað kostnaðarstøði, sum víðari hevur ávirkað botnlinjuna neiliga.
Tað verður spennandi at fylgja við, um føroyska byggivinnan brýtur ta neiligu gongdina framyvir, og fær eitt betri ársúrslit í 2023 sammett við 2022. Livst so spyrst.
Greiningin er gjørd av Birgir Nielsen, frá ráðgevingarfyritøkuni Nira. www.nira.fo
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 23. september 2023
Jan Ziskasen er farin frá sum samtaksstjóri í Føroya Tele, og William Joensen, fíggjarstjóri, tekur fyribils við stjórastarvinum. Nevndin í Føroya Tele ynskir at seta út í kortið av nýggjum, og tí verður ein menningartilgongd sett í verk í samtakinum
Jan Ziskasen, sum hevur verið samtaksstjóri í Føroya Tele seinastu átta árini, er farin úr stjórasessinum. William Joensen, fíggjarstjóri, fer fyribils at røkja stjórastarvið. Samtaksnevndin hevur samtykt at seta út í kortið av nýggjum, og í hesum sambandi eru partarnir samdir um at fara hvør til sítt.
Jan Ziskasen er tískil eisini farin úr nevndum í dótturfeløgum hjá Føroya Tele, har hann hevur haft sæti. Nevndarlimir í samtaksnevndini røkja fyribils nevndarsessirnar, sum samtaksstjórin hevur havt.
Nevndin fer at seta nýggja kós fyri samtakið, har dentur m.a. verður lagdur á, at Føroya Tele einhvørja tíð virkar í samsvari við kappingarreglurnar á fjarskiftisøkinum.
- Tað skal eingin ivi vera um, at Føroya Tele í framtíðini bæði er ein frílyntur kappingarneyti á fjarskiftismarknaðinum, samstundis sum netparturin í samtakinum verður skipaður so neutralt sum gjørligt mótvegis øllum leikarum á føroyska fjarskiftismarknaðinum, sigur Bjarni Arnason, nevndarformaður í Føroya Tele.
Bjarni Arnason, nevndarformaður (Savnsmynd: Sverri Egholm)
Ein menningartilgongd verður sostatt sett í verk í samtakinum, og tá henda tilgongdin er liðug, fer nevndin at søkja eftir nýggjum samtaksstjóra.
- Vit takka Jan Ziskasen fyri trúgva tænastu og stóra arbeiðið, hann hevur gjørt fyri Føroya Tele hesi átta árini, hann hevur verið samtaksstjóri. Vit ynskja honum blíðan byr víðari, sigur Bjarni Arnason.
Føroya Tele er ein týðandi fyritøka í føroyska samfelagnum, og nevndarformaðurin er sannførdur um, at tilgongdin, sum nú fer av bakkastokki, fer at gagna bæði kundunum, starvsfólkunum og samtakinum.
- Føroya Tele hevur dugnalig starvsfólk, og her liggja spennandi avbjóðingar fyri framman. Nú fara vit at hugsavna okkum um menningarmøguleikarnar, staðfestir nevndarformaðurin í Føroya Tele.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 22. september 2023
Høgni Hoydal, landsstýrismaður við uttanríkis- og vinnumálum og danski ferðslumálaráðharrin, Thomas Nolsøe Danielsen, hava fundast í Føroyum
Á skránni var yvirtøkan av loftrúminum og loftferðsluni, sum verður løgd fyri Løgtingið í næstum.
Ráðharrarnir viðgjørdu ymsu tættirnar í yvirtøkuni, og eru samdir um at samstarva um øll praktisk og formlig viðurskifti, nú ein føroyskur loftferðslumyndugleiki verður bygdur upp.
Teir vitjaðu eisini Vága Floghavn og fingu kunning um uppgávur, ætlanir og avbjóðingar á loftferðsluøkinum frá Regini I. Jakobsen, stjóra, starvsfólkum í torninum og tilbúgvingini.
– Eg fegnist um, at danski ráðharrin og hansara fólk eru so jalig fyri samstarvinum, og vit gleða okkum at fara undir tað týdningarmikla arbeiðið at byggja upp okkara egnu førleikar, tænastur, eftirlit og myndugleika á loftferðsluøkinum, sigur Høgni Hoydal, landsstýrismaður.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 17. september 2023
Heilsutrygd hevur eftirmett skipanina um ókeypis sálarfrøðihjálp til ung, sum varð sett í verk í 2021, men endalig støða er ikki tikin til, hvussu tilboðið skal skipast frameftir, sigur landsstýriskvinnan við heilsumálum
Í 2021 varð royndarskipan við ókeypis sálarfrøðiligihjálp til ung sett í verk, og eftirmetingar hava víst, at tørvur er á eini tílíkari skipan.
Tað sigur Margit Stórá, landsstýriskvinna við heilsumálum í svari til fyrispurning frá Kaj Leo Holm Johannesen, tingmanni.
Hann vildi hava at vita, hvussu gongur við skipanini, og hvussu nógv hava fingið hjálp umvegis skipanina. Eisini spurdi hann, um skipanin er eftirmett, og um ætlanin er at víðka tilboðið til aðrar aldursbólkar enn tey 15-35 ára gomlu.
– Heilsutrygd hevur eftirmett skipanina. Eftirmetingin hevur víst, at tørvur er á eini tílíkari skipan, og at fleiri í málbólkinum hava havt eina góða úrtøku av viðgerðini.
Skipanin hevur tó eisini havt avbjóðingar, sigur landsstýriskvinnan.
– T.d. hevur visitasjónin verið ov breið í mun til málbólkin samstundis sum útjaðaraøkini, og serliga Suðuroyggin, liggja lutfalsliga lægri, tá ið hugt verður eftir ávísingum til skipanina. Samstundis hevur royndarskipanin víst seg at vera munandi dýrari enn upprunaliga mett.
Talan er um eina royndarskipan, sum varð sett í verk á vári í 2021 og fer úr gildi 31. oktober, og higartil hava verið uml. 1.770 ávísingar til skipanina, og 12.200 viðtalur eru framdar.
Landsstýriskvinnan sigur, at hon hevur ikki tikið endaliga støðu til, hvussu eitt tílíkt tilboð skal skipast frameftir, men hetta verður fráboðað í næstum.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 18. september 2023
Og tá er útgerð og innbúgv ikki tald við, upplýsir stjórin fyri húsið
Tá talan er um virðið av bygninginum, so liggur tað á minst 200 milliónum krónum umframt útgerð on innbúgv. Hetta er ikki galdandi marknaðarvirðið, tá má tryggingarfelagið gera av.
Soleiðis skrivar stjórin í Norðurlandahúsinum, Gunn Hernes, í brævi til mentanarnevndina hjá Løgtinginum.
Uppskotið til samtyktar hjá Miðflokkinum um at yvirtaka Norðurlandahúsið hevur verið til fyrstu viðgerð í Løgrintinum, og verður nú viðgjørt í mentanarnevndini áðrenn tak kemur aftur í løgtingssalin til endaliga avgerð.
Mentanarnevndin hevur havt málið til viðgerðar á tveimum nevndarfundum higartil, og á fundinum hósdagin í farnu viku, vóru fleiri fólk kallað inn til fundar við nevndini.
Teirra millum var Gunn Hernes, sum á fundinum lovaði at senda ymiskar upplýsingar um húsið aftur til nevndina, harímillum eina meting av virðinum av Norðurlandahúsinum.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 21. september 2023
Reyði Krossur savnaði 1,7 milliónir krónur inn til árligu landsinnsavningina. 750.000 krónur verða beinanvegin sendar at hjálpa neyðstøddum
Hjartans tøkk til øll sjálvboðin, ið hava gingið við bússu til Landsinnsavningina, og ikki minst takk til øll, ið hava stuðlað og sostatt verið við til at savna 1,7 milliónur krónur inn til árligu landsinnsavningina hjá Reyða Krossi.
Takka verið góðu innsavningina senda vit beinanvegin 750.000 kr. til at hjálpa neyðstøddum, sum beint nú eru ávirkað av ræðuligu vanlukkunum í Libya og Marokko.
500.000 krónur verða sendar til hjálpararbeiði í Libya eftir at ein oyðileggjandi vatnflóð hevur skolað heil grannaløg á sjógv, oyðilagt infrastruktur og elvt til, at fleiri túsund hava latið lív. Tey, ið eru komin undan við lívinum, hava átrokandi tørv á neyðhjálp so sum vatni, mati, skjóli og sálarligum stuðli.
250.000 krónur verða sendar til hjálpararbeiði eftir ógvusliga jarðskjálvtan í Marokko. Fleiri av harðast raktu økjunum eru smáar bygdir høgt í Atlasfjøllunum, har nógv hava mist alt. Reyði Krossur á staðnum fór í gongd við bjargingararbeiði beinanvegin, og við hjálp frá øðrum Reyða Kross feløgum verður áhaldandi arbeitt við at veita neyðhjálp, so sum mat og innivist.
Peningurin frá landsinnsavningini verður eisini nýttur til hjálpararbeiði í Føroyum, eitt nú til:
Mat- og Klædnahjálpina, til tey, ið hava ilt við at fáa endarnar at røkka saman,
Vitjanartænastuna, ið er við til at basa einsemi,
Samarittarnar, ið økja um tryggleikan til tiltøk kring landið,
Integratiónsarbeiði, ið stuðlar tilflytarum og flóttafólki at fella til í Føroyum
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 21. september 2023
Ráðgevingarfyritøkan Nira hevur aftur í ár greinað roknskapirnar hjá føroysku bilasølunum
Ráðgevingarfyritøkan Nira hevur aftur í ár gjørt eina greining av føroysku bilasølunum, sum byggir á at hesar bilasølur hava egið umboð upp á bilmerkir. Talan er um átta bilasølur har roknskapurin fyri 2022 er samanlíknaður.
Sambært Akstovuni fall sølan av nýggjum bilum í 2022 við 19,6 prosentum sammett við 2021. Minkingin í søluni var 558 bilar. Talan er tí í veruleikanum um lægstu søluna av nýggjum bilum síðani 2019.
Spurningurin er hvussu nógv ein minking í sølu av nýggjum bilum hevur ávirkað ársúrslitið hjá bilasølunum í 2022.
Tá hugt verður eftir roknskapartølunum sæst, at 2022 var eitt munandi lakari ár enn síðsta ár, hvat ið ársúrlitið hjá bilasølunum viðvíkur.
Í veruleikanum skulu vit heilt aftur til 2014 at finna eitt lægri samlað ársúrslit enn 2022.
Ársúrslitið eftir skatt fyri átta bilasølur í 2022 vísir, at samlaða ársúrslitið eftir skatt var 27 milliónir krónur sammett við 44 milliónir krónur í 2021. Talan er tískil um eina minking í ársúrlsitinum á 17 milliónir krónur ella 39 prosent.
Rakstrarúrslit hjá bilasølunum fyri 2022
Vit hava kannað roknskapirnar hjá átta av bilasølunum í mun til níggju bilasølum í 2021. Roknskapurin hjá Spf. Komfortbilum var ikki tøkur tá kanning var gjørd.
Besta ársúrslitið hevði Pf. Waag, sum hevði eitt ársúrlit upp á 8,6 milliónir krónur, meðan Pf. Wenzel var nummar tvey við 5,6 milliónum krónum og Pf. Reyni-Service nummar trý við 5,2 milliónum.
Tískil er Pf. Waag aftur komið á sigursskammilin eftir nøkur ár, hvat ið ársúrsliti viðvíkur.
Viðmerkjast kann, at Waag eisini er tann bilasølan, sum hevur havt nógv besta samlað úrslit síðstu 10 árini (85,1 milliónir krónur), meðan Wenzel hevur havt besta úrslitið síðstu fimm árini (49,6 milliónir krónur)
Allar bilasølurnar uttan Pf. Reyni-Service høvdu eitt lakari ársúrslit eftir skatt í 2022 sammett við 2021.
Fíggjarstøðan hjá bilasølunum í Føroyum
Tá hugt verður eftir fíggjarstøðuni hjá bilasøluni, sæst at sera stórur munur er á feløgunum.
Tann bilasølan sum hevur størstu bókaðar ognir er Pf. Reyni Service, sum hevði samlaðar ognir á 130 milliónir krónur, býtt á støðisognir á 70 milliónir og ognir í umferð á 60 milliónir krónur. Goymslan av bilum v.m. var 27,6 milliónir krónur og tøkur peningur var 1 millión krónur.
Pf. Waag hevði næststørstu fíggjarstøðuna, við 93,5 milliónum krónum. Her skal tó viðmerkjast at goymslan av bilum v.m. var 46 milliónir krónur, sum er tað mesta hjá nakrari bilasølu í 2022.
Um hugt verður eftir fíggjarligu styrkini hjá bilasølunum, so síggja vit, at Reyni Service hevur størsta eginpeningin við 62,5 milliónum krónum, meðan Pf. Waag er á øðrum plássi við 58,2 millió. Á triðja plássi er Pf. Auto Service við 48,8 milliónum krónum.
Lyklatølini hjá bilasølunum
Ognaravkast er tað lyklatalið, sum vísir best, hvussu gott rakstrarúrslitið er í mun til tann kapitalin á fíggjarstøðuni, sum bilasølurnar nýta at reka teirra felag.
Pf. Waag liggur í 2022 á fyrsta plássi við 9,2 prosentum í ognaravkasti, Pf. Bilasølan hevði 8,0 prosent og Wenzel P/F hevði 7,8 prosent í ognaravkasti.
Eginpeningsavkastið (rakstrarúrslit í mun til eginpening) vísir hvussu fíggjarliga avkastið hjá eigarunum hevur verið í árinum.
Besta eginpeningsavkastið hevði Pf. Bilasølan við 51,2 prosentum og næst var Pf. Wenzel við 20,5 prosentum meðan Pf. Waag lá á triðja plássi við 14,7 prosentum.
Samanumtikið mugu vit staðfesta, at sølan av bilum er minkað við umleið 20 prosentum í 2022, og at allar bilasølurnar uttan Reyni Service høvdu eitt lægri ársúrslit. Tær flestu bilasølurnar eru tó framvegis væl fyri og kunnu standa ímóti verri tíðum.
Spurningurin at enda er, hvussu sølan av nýggjum bilum fer at hilnast, tá ið 2023 árið er liðugt.
Higartil vísir sølan av nýggjum bilum fyri januar til august í 2023 eitt fall á 88 bilar ella 5,3 prosent samanborið við 2022. Tískil kann ein varislig meting verða, at ein vend má koma í bilasøluni, um metast skal, at árið fyri 2023 fer at hilsnast betur enn í 2022.
Greiningin er gjørd av Birgir Nielsen frá ráðgevarafyritøkuni Nira Sp/f
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 18. september 2023
Samanumtikið var 2022 eitt serstakliga gott ár hjá størru føroysku fyritøkunum, sigur Januar í greining
Størru fyritøkurnar í Føroyum høvdu stóran vøkstur í nettosølu og íløgum í 2022. Samtíðis er rakstraravkastið støðugt, eins og nettoskuldin eisini stendur í stað.
Samanumtikið var 2022 eitt serstakliga gott ár hjá størru føroysku fyritøkunum.
Vøksturin í nettosølu er á 28,3 prosent, og vøksturin er serliga frá hægru oljuprísunum, ið hava verið hetta seinasta árið. Hóast oljufeløgini standa fyri størra partinum av vøkstrinum, so er nettosølan vaksin hjá øllum feløgunum við undantikið av einum.
Greiningin vísir eisini, at feløgini hava verið før fyri at halda rakstraravkastið á sama støði sum undanfarna ár. Men tó skal havast við, at um hugt verður eftir fimm teimum seinastu árunum, so er rákið negativt.
Feløgini hava framt íløgur fyri 1,9 milliardir krónur hetta seinasta árið, og er hetta væl tað hægsta, íløgurnar hava verið hesi seinastu fimm árini. Samtíðis, sum íløgurnar eru øktar, so stendur rentuberandi skuldin ístað, og hava feløgini sostatt fíggjað íløgurnar við positivum gjaldføri, heldur enn uttanhýsis skuld.
Um greiningina
Pf. Januar hevur gjørt greiningar av teimum stóru feløgunum í Føroyum síðani 2017.
Øll feløg, ið sambært Skráseting Føroya, lata roknskap inn sum C-stór feløg ella størri, eru tikin við í greiningina. Tó eru íløgufeløg vald frá, eins og peningastovnar og tryggingarfeløg, tí teirra roknskaparuppsetingar kunnu ikki beinleiðis sammetast við vanligu virkisroknskapirnar, sum eru settir upp samsvarandi ársroknskaparlógini.
Eisini er mett, at Pf. Bakkafrost er ein so mikið stór fyritøka í mun til onnur føroysk feløg, at sjálvt smáar broytingar í rakstrarligu gongdini hjá Bakkafrost kunnu órógva samanberingar. Tískil er Pf. Bakkafrost heldur ikki við í greiningini.
Greiningin er á heimasíðuni hjá Pf. JANUAR. Greiningin sæst her.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 21. september 2023
Tað er ein long leið úr suðurkinesiska havinum til Føroya. Chloe varð einans tvey ára gomul í 1987 bjargað av føroyska skiparanum Páll Jensen, sála. Í vikuni varð hon vígd sínum amerikanska manni, Mitchell, í Boysensgarði í Havn - av vinmanni Pálls, Heðini Mortensen
Tað er ein long leið úr suðurkinesiska havinum til Føroya. Chloe varð einans tvey ára gomul í 1987 bjargað av føroyska skiparanum Páll Jensen, sála. Í dag varð hon vígd sínum amerikanska manni Mitchell í Boysensgarði í Havn - av vinmanni Pálls, Heðini Mortensen.
Sheena Ngoc Nguyen, kallað Chloe, var ein av teimum 212 bátsflóttafólkunum, sum føroyski skiparin, Páll Jensen, bjargaði í suðurkinesiska havinum á veg millum Vietnam og Bangkok á jomfrúferð við fraktskipinum Alice Riis í 1987, tá Chloe bara var tvey ára gomul.
- Føroyar hava eitt serligt pláss í mínum hjarta, tí hiðani kom maðurin, sum kom at broyta mítt lív fyri allar tíðir. Eg var bara tvey ára gomul tá, eg vaks upp sum vietnamesiskt flóttarfólk í USA, og visti ikki um hendingina, fyrrenn eg varð vaksin.
- Mamma mín var so traumatiserað av hesum, og fekk ikki seg sjálva til at greiða mær frá um hendingina, fyrrenn eg var vaksin. Heldur ikki høvdu vit nakran sum helst kunnleika um skiparan, Páll Jensen.
- Men lagnan vildi tað øðrvísi og legði eina trongd í meg at finna henda mannin, so eg fekk greitt honum frá, hvussu takksom eg var fyri, at hann hevði bjargað mær úr neyðini.
- Eg legði út á eina ferð at finna hann fyri 7 árum síðan. Og við nógvari hjálp og hepni og vegleiðing frá almennum stovnum og maritimum søgufrøðingum, hepnaðist mær at finna rætta samanhangin, sigur Chloe, sum eisini vitjaði í Svendborg, har Alice Riis var skrásett, tíverri vóru 4 av 6 av donsku manningini á Alice Riis deyðir tá.
- Eg fekk so samband við dóttir Páll Jensen, Rannfrí Vang. Frá tí løtu broyttist mítt lív fyri altíð. Hon og hennara tóku ímóti mær við opnum ørmum og gjørdust mín føroyska familja, sigur Chloe, sum kallar Rannfrí “systir”.
- Nú Mitchell og eg fyrireikaðu at giftast, tóku vit avgerð um at verða vígd í Havn. Hetta var ikki bara tí, at vit vildu giftast í einum vøkrum umhvørvi, tað er meira tað at bera mannin inn í føvningin á míni nýfunnu familju, so vit saman eisini kunnu hátíðarhalda tað samband og tann kærleika, sum hevur broytt lív mítt fyri allar tíðir.
- Vit eru æviga takksom fyri eitt ítøkiligt minni um okkara hjúnalagslyfti á hesum heilt serliga staði, sum týðir so ómetaliga nógv fyri okkum, segði Chloe millum annað í einum brævi til borgarstjóran í Havn, Heðin Mortensen, sum vígdi tey bæði í Boysensgarði í morgun.
(Mynd: Tórshavnar kommuna)
Tað, Chloe ikki visti frammanundan var, at Páll Jensen og Heðin Mortensen vóru barna- og ungdómsvinir. Teir búðu báðir við Glaðsheyggj, gingu í sama flokki og vórðu fermdir saman. Og teir “hingu út saman sum ungir”, sum dóttir Páll, Rannfrí, tók til.
Tað hepnaðist ikki Chloe at hitta Páll Jensen. Páll doyði longu í 2013. Men hon setti sær kortini fyri at hitta familjuna og vitjaði í tí sambandi í 2017, tá hon eisini vitjaði á grøvini hjá Pálli. Men hetta gjørdist ikki endin á søguni, tí í dag stóð hon brúður í Boysensgarði og varð vígd sínum Mitchell – av vinmanni Pálls, Heðini Mortensen, borgarstjóra.
- This is the stuff dreams - and movies - are made of, segði ein táravættur útlendskur áskoðari á bókahandilshorninum, tá fólk fóru úraftur Boysensgarði.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 19. september 2023
Norðsetur reisti í vikuni húsini hjá Andriasi Eliasen. Søguligur dagur, tí ikki síðan beint eftir seinna heimsbardaga eru spildurnýggj hús reist í bygdini
Ein broytt bygdarmynd sást nú í vikuni á Syðradali á Kalsoynni. Eini hús eru reist, og tað er ikki hent síðan beint eftir seinna heimsbardaga.
Tað skrivar Bjørn Kalsø á sínum Facebookvanga.
(Mynd: Bjørn Kalsø)
- Syðradalur er góð 200 ára gomul bygd. Men spildurnýggj hús hava ikki verið reist í bygdini síðan beint eftir seinna heimsbardaga, skrivar Bjørn Kalsø.
Søguligur dagur má sigast, og hetta eru eisini fyrstu sethúsini heimanfyri Gjónna.
Tað er Andrias Eliasen sum letur nýggju húsini byggja, og Norðsetur byggir.
Húsini standa millum Gjónna og Huldutúgvu (Mynd: Bjørn Kalsø)
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 21. september 2023
Og tey í Hesti skulu nú atkvøða við valstaðið í Tórshavn. Hetta framgongur í kunngerð frá Løgmálaráðnum
Tað hevur ofta verið uppi at venda: Hví hevur Hoyvík ikki sín egna valstað? Talan er um eitt øki við stórum fólkavøkstri, og til val eru ofta langar bíðirøðir í og við Høllina á Hálsi.
Fyri einari tíð síðani varð samtykt í býráðnum í landsins størstu kommunu, at áheitan skuldi sendast um at skipa Hoyvík sum egnan valstað. Í dag er greitt, at Løgmálaráðið hevur gingið hesum á møti.
Í undirskrivaðum skjali dagfest 15. september váttar Bjarni Kárason Petersen, landsstýrismaður, at Hoyvík verður valstaður, og at hendan kunngerðin kemur í gildi beinanvegin.
At Hoyvíkin hevur tørv á egnum valstaði er valla nakar ivi um
Samstundi verður boðað frá, at Tórshavn verður valstaður fyri Hest og Koltur. Hetta var eisini eitt ynski frá kommununi, tí valstaðurin í Hesti er so lítil, at ymiskir fólkaræðisligir trupulleikar stóust av tí.
Tórshavnar býráð bundið seg til at fara út í Hest tvær ferðir undan vali. Harvið ber til at greiða brævatkvøðu heldur enn at fara til Havnar.
Talan verður um eina kollveltandi broyting í høvuðsstaðnum, tá val verður næstu ferð. Tað er ikki endaliga greitt enn, júst hvar í Hoyvík valstaðurin verður.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 21. september 2023
Tað gongur væl at gera Húsareynstunnilin. 750 metrar eru boraðir, og væntandi skuldi fyrsta skot latast av marknagilsmegin í hesari vikuni
Arbeiðið upp á Húsareynstunnilin gongur væl. Í mai varð farið at skjóta villingardalsmegin. Komið er 750 metrar við at bora inn í tunnilin. Tunnilin er tilsaman 1.700 metrar.
Articon sum ger arbeiðið upplýsir, at avgrevsturin oman fyri Marknagil byrjaði í august. Grivið er fyri íbindingarvegnum niðan á Oyggjarvegin og fyri tunnilsmunnanum sjálvum.
Borurin er eisini settur í til fyrsta skot, sum ætlandi verður latið av í hesi vikuni.
Vignast væl, verður liðugt at spreingja tunnilin um mánaðarskiftið januar-februar.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 20. september 2023
Tað verður ongin tulkingarskipan innførd á danatingi, men grønlendingar og føroyingar fáa eykatíð á talarastólinum til sjálvi at umseta til danskt
Nú verður tað møguligt at tosa føroyskt og grønlendskt frá talarastólinum á fólkatingi. Tað hevur ein meiriluti í formansskapinum á fólkatingi boðað frá í tíðindaskrivi í dag.
Men treytin er, at tingfólkini sjálvi umseta tað, tey hava sagt á føroyskum ella grønlendskum, til danskt, og tey fáa tí eyka talutíð til tað.
Formansskapurin á fólkatingi hevur fyrr boðað frá, at ein tulkingarskipan er á veg. Tað hendi eftir at grønlendska tingkvinnan Aki-Matilda Høegh-Dam úr Siumut fyrr í ár valdi at svara á grønlendskum upp á spurningar úr salinum.
Nú er formansskapurin so komin ásamt um at loysa avbjóðingina við eini loysn, ið ikki umfatar simultantulking, eins og gjørt verður í grønlendska landstinginum, Inatsisartut.
Ein meiriluti av forfólkunum mæla eisini til, at árligar frágreiðingar, sum fevna um grønlendsk og føroysk viðurskifti, framyvir verða týddar.
Hetta er galdandi fyri setanarorðaskifti og árligu frágreiðingarnar um ríkisfelagsskapin og Arktis, upplýsir formansskapurin.
Meirilutin hevur eisini avgjørt, at fólkatingslimir, ið eru valdir í Grønlandi og Føroyum fáa møguleika at seta teirra egna tulk, sum kann vera við til at miðla fólkatingsarbeiðið til almenningin í Grønlandi og Føroyum, verður sagt í tíðindaskrivinum.
Tað er serliga Siumut, sum hevur sett ynski um at fáa simultantulking á Fólkatingi. Føroysku fólkatingslimirnir, Sjúrður Skaale og Anna Falkenberg, hava sambært Danmarks Radio, ongi ynskir um at tosa annað enn danskt á fólkatingi.
Fyri Markus E. Olsen, sum í løtuni røkir fólkatingssessin hjá Siumut, kemur uppskotið frá formansskapinum illa við.
Hann ynskir at kunna tosa á sínum móðurmáli, tá setanarorðaskiftið á fólkatingi verður í næstum, tí so fær hann orðað seg uttan trupulleikar. Hann skilir ikki, at fólkatingið ikki kann hava tina tulkaskipan, tá grønlendska tingið kann, skrivar Danmarks Radio.
Formansskapurin á fólkatingi hevur eisini gjørt av, at tað skulu haldast skeið fyri fólkatingslimir og starvsfólk um søguna, mentinana, politisku støðuna og málið í Grønlandi og Føroyum.
Tað skal styrkja fatanini av teimum viðurskiftum, sum eru galdandi í norðraru londunum í ríkisfelagsskapinum. Eisini er ætlanin at partar av heimasíðuni hjá fólkatingi skal umsetast.
Hvørki grundlóg ella tingskipanin hjá fólkatinginum forðar tinglimum at orða seg á grønlendskum ella føroyskum á fólkatingi, skrivar Danmarks Radio.
Tað er fyrr mett, at tað kostar fólkatinginum 200 milliónir krónur um árið at hava eina tulkingarskipan á sama støði sum í Inatsisartut.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 21. september 2023
Størsta einstaka nøgdin av kokaini, sum er smuglað til Føroya seinastu árini
49 ára gamla kvinnan, sum er úr Dominikanska Lýðveldinum, var tikin av tollvaldinum, tá hon kom til Føroya í juni mánaði. Kanningar vístu, at hon smuglaði rúsevni innvortis, og kvinnan bleiv tí varðhaldsfongslað. Tað vísti seg, at talan var um 63 pakkar av kokaini. Hvør pakki vigaði 9,9 gram, íalt 623,7 gram av kokaini. Hetta er tann størsta einstaka nøgdin av kokaini, sum er smuglað til Føroya tey seinastu árini.
Í sambandi við kanningararbeiðið hjá politinum kom fram, at kvinnan áður hevði verið í Føroyum ávegis til Íslands. Kanningararbeiðið vísti, at kvinnan í tí førinum hevði smuglað umleið 880 gram av kokaini til Íslands. Kvinnan var tí eisini ákærd í Føroya Rætti fyri at hava smuglað umleið 880 gram av kokaini til Íslands umvegis Føroyar.
Kokain verður vanliga flokkað sum eitt serliga vandamikið rúsevni. Prísurin á gøtuni í Føroyum er áleið 1.800-2.000 krónur pr. gram. Gongdin í løtuni er tann, at Føroya Politi hevur alsamt fleiri mál, sum snúgva seg um serliga vandamikil rúsevni, serliga kokain. Fleiri av teimum, sum smugla rúsevni til Føroya, eru útlendingar, sum annars ikki hava tilknýti til Føroya.
Av tí, at talan var um oman fyri 1.400 gram av einum serliga vandamiklum rúsevni, legði ákæruvaldið upp til, at kvinnan skuldi revsast við sjey ára fongsulsrevsing, og at kvinnan harumframt skuldi útvísast úr Føroyum fyri alla tíð.
Ein samdur dómsmansrættur dømdi kvinnuna fyri at havt 1.200 gram av kokaini um hendi, og setti revsingina at vera seks ára treytaleysa fongsulsrevsing. Kvinna bleiv samstundis útvíst fyri alla tíð. Rætturin konfiskseraði kokainið og telefonina hjá kvinnuni.
Verjin kærdi málið, men góðtók, at kvinnan skal verða varðhaldsfongslað til málið verður viðgjørt í Landsrættinum.
Ákæruvaldið fer nú at taka støðu til, um ákæruvaldið eisini skal kæra málið við pástandi um, at revsingin skal herðast.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 22. september 2023
Løgreglan kannar mál um blúnisbrot í mannfólkaskiftirúminum í Svimjihøllini í Gundadali. Avhoyringar skulu gerast fyri at lýsa málið nærri
Løgreglan fekk um døgurðatíð hósdagin fráboðan um blúnisbrot í Svimjihøllini í Gundadali í Havn.
Vaktleiðarin á løgreglustøðini í Havn fekk ikki sagt so nógv um málið, men talan er um hending sum skal vera farið fram í skiftirúminum hjá monnum.
- Har ganga fólk nakin frammanundan, so nú royna vit at finna útav hvussu tað er farið fram, at onkur hevur kent seg stoyttan, segði vaktleiðarin á løgreglustøðini fríggjamorgunin.
Avhoyringar skuldu gerast í málinum.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 22. september 2023
‘Phishing’ er tá svikarar hótta við eitt nú at almanakunngera myndir fyri at fáa fatur á pengum
Í vikuni fekk løgreglan fráboðan frá einum borgara um, at onkur royndi at trýsta pengar frá viðkomandi.
Talan var um eina kvinnu, sum í telduposti hevði fingið boð í teldubrævi um at rinda 800 dollarar í bitcoins. Í teldubrævinum var upplýst, at tey høvdu fingið atgongd til telduna og telefonina hjá viðkomandi. Og at um pengarnir ikki vórðu fluttir, so fóru tey at almannakunngera myndir, sum tey høvdu funnið fram til.
Kvinnan lat seg ikki ræða av boðunum. Var sannførd um, at ongar avdúkandi myndir av henni vóru at finna á hvørki teldu ella telefon, og hon valdi tí at boða løgregluni frá.
Vaktleiðarin á løgreglustøðini sigur, at her er talan um tað, ið kallast ‘phishing’. Talan er um svikarar, sum royna at lumpa fólk at rinda pening. Onki bendir á, at tey yvirhøvur hava fingið atgongd til myndir í teldu ella telefon.
Ráðini frá løgregluni til tey, ið hava fingið slík boð, er at lata vera við at ganga boðunum á møti. Slettið teldupostin og skiftið loyniorð út fyri at tryggja tykkum, at sníkar ikki fáa atgongd til tólini.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 21. september 2023
Heiðurin varð latin í sambandi við setanina av mentanardøgum í Sunda kommunu
Á hvørjum ári heiðrar Sunda kommuna persóni ella felagsskapi, sum hevur gjørt ólønt ella sjálvboðið arbeiði, sum er til gangs fyri borgararnar í kommununi. Undanfarna hóskvøld varð ársins herðaklapp avdúkað í sambandi við setan av mentanardøgunum, sum hava verið í kommununi í vikuni.
Til setanina varð avdúkað, at Magnus á Stongum fekk heiðurin ”Ársins herðaklapp 2023”.
– Heiðurin fekk hann fyri sítt áhaldandi arbeiði at sameina EB og Streym til EB/Streym, og fyri at vera ein sera virkin og savnandi persónur innan ítróttarliga og tónleikarliga umhvørvið í mong ár, skrivar Sunda kommuna.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 16. september 2023
Hann hevur sett føroyska gransking á breddan, eisini uttanlands
Heini í Skorini, lektari á Fróðskaparsetrinum, hevur vunnið ársins miðlaheiðursløn frá Granskingarráðnum.
Heiðurslønin varð handað honum á Vísindavøkuni í Sjóvinnuhúsinum fríggjadagin.
- Við gávumildum og kompetentum samskiftishugi hevur Heini sett føroyska gransking á breddan, eisini uttanlands, var ein av mongu grundgevingunum, sum Jón Brian Hvidtfeldt, formaður í dómsnevndini, bar fram.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 22. september 2023
Greinin er tjúgu-ára gomul og verður nú umrødd í poddi hjá Københavns Universitet um stórar vísindaligar greinar
Københavns Universitet er í gongd við eina poddvarpsrøð um tær mest siteraðu vísindaligu greinarnar, sum eru framleiddar har. Nú er ein poddur gjørdur um eina hjá Magna Mohr, professara á Setrinum, sum eigur heimsins mest siteraðu grein á sínum øki.
Hetta skrivar setur.fo. Magni Mohr er professari í heilsuvísindum á Fróðskaparsetri Føroya. Vágbingurin hevur seinastu 20-25 árini verið roknaður sum ein av fremstu granskarum í kropsliga partinum av liðítrótt og arbeitt hjá stórum fótbóltsfeløgum. Nú eigur hann eitt heimsmet.
- Vísindaligu greinina, “Match performance of high-standard soccer players with special reference to development of fatigue”, skrivaði Magni Mohr saman við dønunum Peter Krustrup og Jens Bangsbo í 2003, og hon varð almannakunngjørd í vísindaliga tíðarritinum, Journal of Sport Science. Greinin er í dag - 20 ár seinni - heimsins mest siteraða vísindaliga grein um fótbóltsgransking. Síðani eru fleiri enn 20.000 aðrar greinar skrivaðar á sama granskingarøki, so hetta er metið av sonnum nakað serligt.
Magni Mohr hevur arbeitt fyri onnur fótbóltssambond. Seinastu árini hevur hann verið knýttur at FSF og A-landsliðnum hjá monnum sum fysisikur venjari (Mynd: Sverri Egholm)
Sambært Google Scholar hevur greinin nú umleið 3.200 "sitatiónir", sum ivaleyst eisini ger hana til mest endurgivnu grein, sum ein føroyskur granskari hevur skrivað.
Greinin, sum snýr seg um kropsliga møði í úrvalsfótbóltsdystum, var tann fyrsta, sum lýsti ymisk sløg av møði í liðítróttum. Og søgan um greinina og metið hjá Magna Mohr er eisini ein søga um at vera rætta staðið til røttu tíð.
- Hetta var ein pioner-grein tá. Og av tí, at vit vóru teir fyrstu, sum lýstu kropsliga partin av fótbóltsspælinum so neyvt eftir tátíðar standardi, og at vit komu við fleiri heilt nýggjum hugtøkum, so fekk greinin sera stóran ans bæði í vísindaliga umhvørvinum og í úrvalsítróttaheiminum, sigur Magni Mohr við setur.fo.
Granskingin varð gjørd, meðan Magni Mohr arbeiddi á Københavns Universitet og um sama mundið varð knýttur at italska stórfelagnum, Juventus.
- Hetta var ein ómetaliga spennandi tíð, har vit høvdu annan fótin í rannsóknarstovuni og hin í toppfótbólti, og júst henda vísindaliga greinin gjørdist orsøk til eina rúgvu av uppfylgjandi kanningum og kanningum, sum vit enn gera, sigur professarin.
Í løtuni ger Københavns Universitet eina poddrøð um útvald sonevnd "high-performance papers". Talan er um vísindaligar greinar, sum hava fingið fleiri enn 1.000 citatiónir.
Magni Mohr eigur heilar seks slíkar greinar, og hevur tilsamans ognað sær umleið 25.000 citatiónir í altjóða vísindaligu bókmentunum higartil. Í løtuni er Magni Mohr eisini fysisikur venjari hjá føroyska manslandliðnum í fótbólti.
Poddurin við Magna Mohr sæst og hoyrist her
Umrødda greinin frá 2003 kann lesast her
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 21. september 2023
Eisini verður tombola og dansur á skránni í bygdarhúsinum í dag. Staksdagurin er sermerktur fyri bygdina, tá heystið av álvara byrjar
Staksdagurin í Tjørnuvík hevur altíð verið ein partur av mentanardøgunum hjá Sunda kommunu, og soleiðis er eisini í ár.
Í dag, 23. september, verður farið út á Stakkin eftir seyði, og síðani eru ymisk tiltøk á skránni í Tjørnuvík. Hetta er ein sermerktur dagur í bygdini, og samstundis er hetta byrjanin uppá heystfjøllini í Tjørnuvík, greiðir Staksnenvdin frá.
Í ár eru 14 seyðir at taka. Tveir veðrar, seks ær og seks lomb.
Tá komið er aftur til bygdina bjóðar Stakksnevndin døgurða til fjallfólkið. Síðani verða fýra seyðir flettir og sundurlimaðir. Hesir verða seldir í stykkjum á uppboðssøluni, sum byrjar klokkan 17.
- Um ein ætlar at keypa sær ein livandi seyð, er eisini møguleiki at fáa seyðin flettan, har eru fleiri menn, sum standa klárir at fletta eftir uppboðssøluna.
Bygdarhúsið skipar eisini fyri ymiskum, eitt nú verður tombola aftan á uppboðssøluna.
Dagurin endar við almennum dansi í bygdarhúsinum.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 20. september 2023
Felagið hevur gjørt sáttmála við Karstensens Skibsværft í Skagen um tveir trolarar, sum verða lidnir í 2026
Faroe Origin hevur skrivað undir sáttmála við Karstensens Skibsvæft í Skagen um bygging av tveimum trolarum.
Felagið seldi trolararnar Rók og Lerk av landinum í november 2021, og fekk tá tvey ára tilsøgn um at flyta veiðuloyvini á onnur skip.
Miðvíst arbeiðið er gjørt fyri at finna hóskandi skip til virksemi hjá Faroe Origin. Ein arbeiðsbólkur hevur í longri tíð arbeitt við ymiskum loysnum og kanna hvørjir møguleikar eru. Niðurstøðan hjá arbeiðsbólkinum var at byggja nýtt, skrivar felagið í tíðindaskrivi.
Skipini kunnu trola við lemmum ella sum partrolarar. Tey koma at hava møguleika at trola við tveimum trolum ella einum troli. Tað er gjørt nógv burtur úr av fáa so góða góðsku sum gjørligt burtur úr fiskinum, sum verður veiddur. Skipini verða útgjørd við góðari køling og hagreiðingin av veiðuni skal geva møguleika til bestu góðsku. Møguleiki er fyri at nýta skipini sum ísfiskaskip, har fiskurin verður goymdur í kørum við krapaísi eins og møguleiki er fyri at avhøvda, støddarskilja og frysta veiðuna umborð. Lastin kann sostatt brúkast antin sum frystilast ella til køling.
Ætlanin er at øll veiða skal førast til lands. Tí er verksmiðjan gjørd til framleiðslu og goymslu av súrløgu, sum ætlanin er at framleiða burtur úr høvdum, innvølum o.ø.
Hugsa er eisini um umhvørvi – skipini eru sniðgivin so tey hava so lítla ávirkan á umhvørvi sum møguligt og harvið veiða burðardygt. Tey hava lutfalsliga stór skrúvubløð og snúningstalið á skrúvuni er lágt. Skipini lúka øll nútímans krøv til útlát og larm.
Manningin fær allar nútímans hentleikar. Nýggju tíðirnar stilla størri krøv til manningarviðurskiftini og hesi verða uppfylt við hesum nýbygningum.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 19. september 2023
Seldu fyri knappar 5 milliónir í brennievni til russisk skip í juli mánaði
Ikki síðan áðrenn makrelkreppuna, hevur føroyski útflutningurin til Russlands verið so lítil, sum hann er nú.
Nýggjastu útflutningstølini hjá Hagstovuni eru fyri juli mánaða og tey vísa, at útflutningurin til Russlands var knappar fimm milliónir krónur, og at tað so at siga einans er brennievni til russisk skip
Tølini hjá Hagstovuni vísa, at besti mánaður til útflutning til Russlands var í oktober 2019, tá vit útfluttu fyri yvir 380 milliónir krónur.
Útflutningurin til Russlands tók dik á seg umleið 2011 um sama mundið, sum sokallaða makrelkreppan tók seg upp, og ES stongdi sínar havnir fyri føroyskum skipum og uppsjóvarvørum orsaka av ósemjuni um ásetan av kvotum.
Síðan tá hevur ein munandi partur av føroyska útflutninginum verið til Russlands. Men eftir innrásina í Ukreina á vári 2022 fall útflutningurin frá at vera oman fyri 300 milliónir krónur um mánaðin og niður á umleið 30. Farna vetur øktist sølan til Russlands aftur, men nú havnastongsulin er settur í verk, er hetta virksemið fallið niður í næstan einki. Í mai í ár útfluttu vit fyri knappar 40 milliónir krónur, í juni fyri góðar 22 milliónir og í juli fyri 4,9 milliónir krónur.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 19. september 2023
Vit útfluttu fyri yvir sjey milliardir krónur teir fyrstu sjey mánaðirnir
Fyrstu sjey mánaðirnar í ár hava Føroyar útflutt fiskavørur fyri 6,6 milliardir krónur. Tað eru 380 milliónir krónur meira enn sama tíðarskeið í 2022.
Útflutningurin fyrstu sjey mánaðirnar er gjørdur upp, og samlað er útflutt fyri 7,2 milliardir krónur. Hetta eru 296 milliónir krónur meira enn sama tíðarskeið í 2022, skrivar Hagstovan.
Størsti vøksturin sæst í bólkunum, sum eita "slógv og fiskaúrdráttir" og "annar fiskur". Bólkurin "annar fiskur" fevnir um vørur úr fiskasløgum ikki nevnd í talvuni niðanfyri. Meginparturin av vørunum í bólkunum er lýsi, mjøl, fóður og líknandi fiskavørur.
Hagstovan greinar ikki vøksturin á "slógvi og fiskaúrdráttum" nærri, men tað kundi bent á, at ein einstøk fyritøka, alifyritøkan Bakkafrost, eigur ein stóran lut í hesum vøkstri, við tað at fóðurframleiðslan hjá Havsbrún í Fuglafirði eisini er ætlað til alivirksemið hjá Bakkafrost í Skotlandi.
Tilsamans er útflutningurin av fiskavørum sum fiskamjøl, fóður, lýsi og líknandi vaksin 882 milliónir krónur hesar fyrstu sjey mánaðirnar. Hetta svarar til umleið 76 prosent vøkstur.
Virðið av laksaútflutninginum er minkað 255 milliónir krónur, ella 8 prosent. Nøgdin er minkað 7.283 tons, ella 19 prosent. Prísurin hevur verið góður, men seinastu mánaðirnar er prísvøksturin steðgaður.
Útflutningsvirðið fyri botnfiskasløgini toskur, upsi og hýsa er minkað 175 milliónir krónur, ella ávikavist 21 prosent, 1 prosent og 15 prosent. Við at samanbera virði og nøgd sæst, at prísurin á toski er á sama støði sum í 2022, meðan prísurin á upsa er farin upp, og prísurin á hýsu er lækkaður.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 19. september 2023
Hetta vísa nýggjastu tølini hjá Hagstovuni. Innflutt varð fyri slakar 7 milliardir fyrstu sjey mánaðirnar í ár - hetta eru sløk tvey prosent minni enn sama tíðarskeið 2022
Innflutningurin fyri fyrstu sjey mánaðirnar av 2023 er gjørdur upp, og innflutt varð fyri 6,9 milliardir krónur. Hetta er sløk tvey prosent minni enn sama tíðarskeið 2022.
Um hugt verður eftir 12 mánaðar tíðarskeiðum, er innflutningurin minkaður góðar 800 milliónir krónur síðani februar, tá innflutningsvirðið var í hæddini. Slíka lækking hava vit ikki sæð síðani 2009.
Oljuprísurin er lækkaður seinasta hálva árið, og hetta sæst eisini aftur í innflutninginum. Innflutningsvirðið av brennievni var 1.014,2 milliónir krónur fyrstu sjey mánaðirnar av 2023. Hetta eru 317,1 millión krónur, ella 23,8 prosent, lægri enn sama tíðarskeið í 2022.
Størsti vøksturin er í bólkinum "rávøra til fiskavirking" (fyri tað mesta feskur toskur og makrelur). Har er innflutt fyri 187,4 milliónir krónur meira, sum er 45 prosent vøkstur.
Tað er eisini stórur vøkstur í innflutninginum av tilfari til hav- og landbúnaðin (fyri tað mesta alifóður). Innflutningsvirðið er vaksið 110,3 milliónir krónur, ella 26,8 prosent.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 19. september 2023
Men á Føroyabanka er støðan øðrvísi, vísa yvirlitstrolingarnar hjá Jákupi Sverra
Rannsóknarskipið “Jákup Sverri” er liðugur við yvirlitstrolingarnar á sumri í ár. Rannsóknarskipið tók 198 hál á føroyska landgrunninum, har hvørt hál vardi ein tíma.
Tað var sera lítið at fáa av toski og eisini lítið at fáa av longu og tungu í mun til onnur ár. Hinvegin var nógv at fáa av hýsu, hvítingsbróðri, svartkjafti og blálongu. Nøgdirnar av reyðsprøku, upsa, brosmu og stóra kongafiski vóru nakað tær somu sum undanfarin ár.
Magakanningarnar vístu, at tað var sera lítið til av nebbasild, men toskur og hýsa vóru kortini rímiliga væl í holdum. Túrfrágreiðing sæst her.
Rannsóknarskipið gjørdi eisini 29 hál á Føroyabanka, sum er eitt øki suður-vestur úr Føroyum og sum var friðað fyri mest sum alla vinnuliga veiðu frá 2008 til 2021.
Har var støðan heilt øðrvísi enn á føroyska landgrunninum. Tað var nógv meira at fáa av toski í mun til onnur ár, soleiðis at nøgdin var tann størsta, síðan hesar yvirlitstrolingarnar byrjaðu í 1996.
Hetta var mest sera stórur toskur, tó at einstakir smærri toskar vóru uppií. Tað var eisini sera nógv at fáa av hýsu, tó at nøgdin helst er minkandi. Nøgdin av longu er komin niður á eitt vanligt støði. Magakanningarnar vístu, at tað var nakað til av nebbasild.
Toskurin og stóra hýsan vóru rak í mun til onnur ár. Hetta er helst orsøkin til, at meira toskur kemur á línuna nú enn árini frammanundan. Túrfrágreiðing sæst her.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 18. september 2023
Tað eru fleiri fólk, sum ganga runt í Havnargøtum uttan nakað stað at vera, verður staðfest á løgreglustøðini
Tað eru rættiliga nógv fólk, sum ganga runt í Havnargøtum uttan nakra staðni at vera, og sum tí leita sær skjól um náttina fyri at leggja seg at sova.
Hetta staðfesti vaktleiðarin á løgreglustøðini í sambandi við ein tilburð, sum varð fráboðaður í vikuni.
Tað var beint eftir klokkan 3, at ein borgari við bústaði nærhendis miðbýnum í Havn hoyrdi onkran gang beint uttan fyri húsini hjá sær.
Hann fór upp at hyggja, og út gjøgnum gluggan sá hann ein mann, sum stóð og skavaðist við hjallin uttanfyri. Maðurin uttan fyri var ókendur, men hann segði seg vilja finna eitt stað at sova. Viðkomandi fekk boð um at sleppa sær burtur, og tað hendi.
Ongin skaði var á hjallinum og onki varð stolið. Kortini valdi borgarin at boða løgregluni frá hendingini. Ein patrúlja varð send út á staðið, men tey sóu onki illgrunasamt.
- Vit hava upplivað fleiri smáinnbrot í Havn í seinastuni, og hava ein illgruna um, at tað kunnu vera heimleys fólk, sum royna at finna sær eitt stað at sova. Tað ganga fleiri slík heimleys í Havn í løtuni, staðfestir vaktleiðarin hjá løgregluni.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 19. september 2023
Arbeiðið hevur gingið heilt ómetaliga væl, og byggitíðin man vera nýtt met, segði Heðin Mortensen, borgarstjóri
Seinasta fríggjadag var samkoma í sambandi við, at Dagstovnurin Hans Andrias Djurhuus varð handaður Tórshavnar kommunu.
Arbeiðið hevur gingið heilt ómetaliga væl, og byggitíðin man vera nýtt met, hóast mong ikki trúðu tað lat seg gera, segði Heðin Mortensen, borgarstjóri í Tórshavnar kommunu.
– Tað sum fá trúðu lat seg gera, er nú avgreitt uppá seks mánaðir, sum má vera met í at byggja ein tílíkan bygning, segði hann.
Dagstovnin lá upprunaliga við Landavegin men broytti adressu til Hans Andriasargøtu 5, og fekk nýtt navn.
Tørvur var á eini útbygging og býráðið tók, av fleiri orsøkum, avgerð um at biða Articon taka sær av hesum arbeiðnum, skrivar Tórshavnar kommuna.
Tá reisigildi var í juni segði borgarstjórin, at talan var um eina sólskinssøgu. Arbeiðið hevði gingið sera væl og tíðarætlanin helt. Arbeiðið skuldi alt verða avhent kommununi tann 15. september, og tað helt.
- Avtala bleiv gjørd um fastan prís, tíðarætlan og innflytan. Alt hevur hildið, sáttmálin varð undirskrivaður 28. februar í ár og stovnurin leveraður í dag tann 15. september. Stovnurin er handaður kommununi uppá klokkuslettið uttan manglar og øll loyvi fyriliggja til rakstur, segði Heðin Mortensen.
(Mynd: Tórshavnar kommuna)
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 16. september 2023
Á World Beer Awards fekk Føroyar Bjór gull heiðursmerki
Føroya Bjór hevur vunnið Gull heiðursmerki á World Beer Awards, ið er ein altjóða kapping og góðskumeting av øli.
Hetta skrivar bryggjaríið í fráboðan.
Fleiri enn 2.000 ymiskar øl luttóku frá 50 ymiskum londum. Møguleiki var at vinna gull, silvur, bronsu.
- Vit stremba hvønn dag eftir besta smakkinum, og at gera eitt gott góðskuarbeiði. Tískil er eitt Gull heiðursmerki, eitt stórt herðaklapp til starvsfólkið, sigur Føroya Bjór.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 22. september 2023
Hetta er í sambandi við, at útnorðurdagurin í ár er sama dag sum nýggi evropeiski fólkatónleikaradagurin
Í ár er útnorðurdagurin sama dag sum nýggi evropeiski fólkatónleikaradagurin. Í hesum sambandi bjóðar Norðurlandahúsið ókeypis konsert við fólkatónleikarabólkinum Enekk í dag, 23. september kl. 16.
Bólkurin Enekk varð stovnaður í 1991 og hevði lagið "Eru vit til?" við á útgávuni "Amnesty Tónar" sama árið. Frá 1993 til 2004 gav Enekk fýra fløgur út. Hóast aðrar útgávur ikki eru komnar frá bólkinum, hevur hann verið at hoyrt á konsertum í Føroyum og uttanlands við jøvnum millumbilum síðani tá.
Nógvir tónleikarar hava verið partur av bólkinum í longri og styttri tíðarskeið, m.a. bulgarskir fólka- og jazztónleikarar, men bulurin í bólkinum hevur verið Kári Sverrisson, sang og gittar, Agnar Lamhauge, bass, og Óli á Grindafløtti, klaver, synth og harmoniku. Tað eru eisini teir, ið fara at framføra á konsertini í Norðurlandahúsinum í dag.
Umframt tónleik úr Enekk-útgávum eru nýggjari sangir hjá Kára á skránni, m.a. við yrkingum eftir íslendska skaldið Einar Már Guðmundsson.
Um Útnorðurdagin
Føroyar, Grønland og Ísland samdust í 2017 um at halda ein felags "Útnorðurdag" á hvørjum ári í øllum trimum londunum. Avgerð varð tikin um, at hesin dagur skuldi vera samstundis, sum vit vanliga hava heystjavndøgur. Fyri at menna samstarvið og felags stevið landanna millum, skulu øll trý londini markera søguna og mentanina í útnorði.
Evropeiski Fólkatónleikaradagurin (European Folk Day)
Hetta er fyrstu ferð, at evropeisku londini savnast um Evropeiska Fólkatónleikaradagin.
Endamálið við degnum er at leggja vísa á týdningin, sum siðbundin list sum tónleikur, dansur og tað, at siga søgur, hevur.
Í hesum sambandi skipar Fólkatónleikarafelagið saman við TUTL fyri einari framsýning við føroyskum fólkatónleikaútgávum.
Framsýningin er at síggja í Tutl-handlinum, 18. til 25. september. mánadag til fríggjadag kl. 10-17.30 og leygardag kl. 12-16.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 18. september 2023
Framført verður í Norðurlandahúsinum í kvøld klokkan 19.30 og sunnudagin klokkan 16 í Fuglafirði. Útseting av Norsku Løvu hjá Williami Heinesen verður framførd
Hetta vikuskiftið er stóra heystkonsertin hjá Føroya Symfoniorkestrið á skránni. Sama konsertin er á skránni bæði í kvøld og sunnudagin - í Norðurlandahúsinum fyrst og síðani í Mentanarhúsinum í Fuglafirði. Tað verður fyrstu ferð, at Symfoniorkestrið vitjar í Fuglafirði.
Til heystkonsertina 2023 verður ein útseting av "Norsku Løvu" hjá Williami Heinesen framførd. Tað er Bjarni Restorff, ið hevur útsett.
Í 2021 gav Bjarni Restorff út bók við partituri og nótum til verkið Norsku Løvu. Bjarni skrivaði hesa útseting í 2007-2008. Upprunaliga skrivaði William verkið til klaver, men Bjarni hevur altíð hildið, at verkið hevði verið betur egnað sum orkesturverk.
Bjarni Restorff (Savnsmynd: Ólavur Frederiksen)
Bjarni Restorff er føddur í 1955, og hevur í mong ár starvast sum tónleikalærari á Tórshavnar Musikkskúla . Eisini hevur hann staðið á odda fyri Tórshavnar Manskóri í mong ár. Hann hevur m.a. skrivað tónleik til blandað kór og manskór.
Niklas Kallsoy Mouritsen verður solistur, og hann framførir hornkonsert nr. 3 hjá Mozart. Tað verður í Eb-dur.
Mozart var ein av størstu komponistum innan klassikan tónleik. Hóast eysturríkarin fór av fold bert 35 ára gamal, megnaði hann at avrika eitt stórbart lívsverk innan tónleikin. Hornkonsertirnar hjá Mozart verða spældar um allan heim. Hann skrivaði tær til sín góða vin, Joseph Leutgeb. Hesar konsertir vóru skrivaðar soleiðis, at solisturin veruliga kundi sláa seg leysan og vísa hvussu dugnaligur hann var.
Niklas er 35-ára gamal og fekk bachelor- og masterútbúgving á lærda tónlistaháskúlanum í Keypmannahavn. Eftir loknan lestur fór hann til Schweiz og kom inn á orkesturakademiið hjá Orchestre de la Suisse Romande í Genève. Niklas hevur starvast sum fríyrkistónleikari í Danmark og Svøríki, men í 2021 gjørdist hann limur í Danmarks Underholdningsorkestur, har hann starvast í dag. Niklas er eisini limur í blásikvintettini V Coloris. Kvintettin hevur vunnið virðislønir í altjóða tónleikakappingum, m.a. triðju heiðursløn í Carl Nielsen International Chamber Music Competition 2019 og aðru heiðursløn í Bucharest International Music Competition 2019.
Symfoni 104 – Frantz Joseph Haydn (1732-1809)
Føroya Symfoniorkestur fer eisini at framføra symfoni nr. 104 hjá Haydn, ið upprunaliga varð frumframførd í London 13. apríl 1795.
Eysturríkarin Frantz Joseph Haydn skapti sonatuformin og ta klassisku symfoniina í fýra satsum, sum vit kenna hana í dag. Hann arbeiddi ein stóran part av sínum lívi hjá ríku Eszterházy familjuni, og var avskorin frá øðrum tónleikaumhvørvi og øðrum komponistum ta tíðina. Hann segði sjálvur, at av hesi orsøk varð hann tvungin til at verða originalur og bróta upp úr nýggjum. Haydn legði eisini lunnar undir wienerklassismuna og er hann, saman við Mozart og Beethoven, av týdningarmiklastu persónum handan wienerklassiska tónleikin. Haydn skrivaði yvir 100 symfoniir.
Dirigentur verður Bernhardur Wilkinson.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 20. september 2023
Ukreinskur flótti leikstjórnar føroyska leikhópinum í leikinum “Tá kríggið er liðugt”
M.A. Jacobsens virðislønti leikbólkurin Det Ferösche Compagnie
hevur veruliga gjørt vart við seg í ár. Stórverkið “Lear Kongur” elvdi til mikið kjak tí Alzheimer’s rakta sjónleikarakvinnan, Birita Mohr, spældi høvuðsleiklutin sum aldrandi kongurin.
Og leikurin “Lykkenborg” hevur fingið flog undir veingirnar. Undir heitinum “Castle of Joy” var hann sýndur á altjóða palllistafestivalin IETM í ár, og næsta ár verður hann sýndur í mentanardeplinum The Barbican í London.
Nú eru limir í DFC farin í eitt samstarv við ukrainska leikstjóran, Serhii Ilin, ið er flýddur úr sínum egna heimlandi undan krígnum sum herjar har.
22 februar 2022 hevði Serhii frummframførslu í leikhúsi í heimbýnum Odessa av leiki, sum hann hevði leikstjórnað. Tveir dagar seinni gjørdi russiski herurin innrás í Ukraina. Leikurin var umgangandi niðurlagdur tí leikhúsið skuldi nú brúkast til sjúkrahús.
Serhii flýggjaði undan einum, í fylgi honum, skilaleysum kríggi, og 16. september kom hann sum flótti til Føroyar.
Við leikinum "Tá kríggið er liðugt" ynskir hann, saman við Det Ferösche Compagnie, at geva føroyingum eina uppliving av hvat kríggj ger vid menniskju.
Leikurin snýr seg um, ein sovjetskan hermann og eina týska kvinnu, sum hittast á hermótinum í Berlin í síðstu døgunum í 2. verðaldarbardaga.
Verkætlanin er eitt samstarv við Norðurlandahúsið, Reyða Kross Føroyar og Rød Kross Danmark.
Sýningarnar vera í Norðurlandahúsinum 21., 22. og 24. september. Atgongmerkini eru at fáa á heimasíðuni hjá Norðurlandahúsinum. Leikurin verður eisini at síggja í Løkshøll 25. og 26. novembur.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 19. september 2023
Umframt at siga frá fiskivinnu og útfóðri í Føroyum og Íslandi, so tekur 9. krýnikin í aftur húsagangin í 1992
“Tey fóru til Íslands”, er 9. bókin í røðini - Mín krýnika - eftir Jógvan Arge. Ein fjølbroytt bók, sum mest sigur frá fiskivinnu og útróðri í Føroyum og Íslandi, frá 1870unum og til okkara dagar.
Eisini tekur Jógvan Arge í aftur húsagangin í 1992, ið eisini varð viðgjørdur í Mín krýnika 8. Marita Petersen sigur frá upplivingini at taka við sum løgmaður í einum trotabúgvi, sum danska stjórnin umsat. Eilif Samuelsen, Jógvan I. Olsen og Óli Jacobsen greiða frá sínum royndum í svárastu kreppu, ið hevur rakt Føroyar.
Men høvuðsdenturin í nýggjastu bókini er samstarvið millum Føroyar og Ísland. Eitt samstarv, ið báðir partar hava fingið nógv burturúr, og lært nógv av.
Føroyski fiskiskapurin í Íslandi tók seg upp, stutt eftir at einahandilin var niðurlagdur í 1856. Bókin lýsir tíðarskeiðið, við frásagnum frá bæði kvinnum og monnum.
Umstøðurnar broyttust hjá føroyska fiskiskapinum, tá Ísland fekk fullveldi í 1944. Íslendski flotin varð endurnýggjaður, og fleiri føroyingar fóru at sigla við íslendskum skipum, tey vánaligu árini í Føroyum í 1950unum.
Nógv var lagt fyri, og bókin gevur innlit í ræðandi vandaferðir orsakað av illveðri, frosti og kavaroki. Teir flestu vunnu heim, men ikki allir.
Við spennandi frásagnum gevur bókin innlit í livikor í einum tíðarskeiði, har lívsvandi ongantíð var meira enn eina armslongd burturi.
Bókin fast í bókasølunum kring landið og kostar 299 krónur.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 18. september 2023
Kendi bretski tónleikarin Roger Whittaker er deyður, 87 ára gamal
Bretski tónleikarin Roger Whittaker er deyður, 87 ára gamal. Tað upplýsti familja hansara í einari fráboðan í vikuni.
Roger Whittaker varð kendur um allan heimin við sínum tónleiki og sínum evnum at bríksla.
Kendi tónleikarin varð føddur í 1936 í Nairobi, høvuðsstaðnum í Kenja. Hann spældi millum annað til gullbrúdleypið hjá fyrrverandi amerikanska forsetanum, George H.W Bush.
Roger Whittaker gavst við konsertferðum fyri tíggju árum síðani.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 18. september 2023
Skal menna og stýra fjølbroytta fíggjarumhvørvinum í Magn-samtakinum
Hann er 44 ára gamal og útbúgvin grannskoðari frá Handilsskúlanum í Keypmannahavn. Regin Mittún hevur bæði drúgvar leiðsluroyndir og breitt handilsligt innlit. Seinastu fýra árini hevur hann verið fíggjarstjóri í fyritøkuni Globe Tracker, sum mennir forrit til sporing, eftirlit og stýring av bingjum. Fyrr hevur hann eisini verið fíggjarstjóri í Betri Trygging, umframt at hava arbeitt sum grannskoðari hjá Spekt og Deloitte.
Nú skal hann menna og stýra fjølbroytta fíggjarumhvørvinum í Magn-samtakinum.
- Sum orkuveitari er Magn eisini virkin slóðbrótari í grøna orkuskiftinum, og Regin hevur vitan og royndir, sum eru umráðandi fyri framsøknu ætlanirnar, ið vit hava lagt fyri framtíðina, sigur Finn Jakobsen, stjóri í Magn.
Regin Mittún tók við starvinum tann 1. september.
155 starvsfólk arbeiða hjá Magn, svarandi til 91 ársverk.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 19. september 2023
Hesi vóru orðini frá ST aðalskrivaranum, António Guterres, tá hann mikudagin setti tann partin av ST aðalfundinum í New York, sum snúði seg um veðurlagsbroytingarnar
Tann 78. ST aðalfundurin varð settur mánadagin, og helt fram alla hesa vikuna. Nærum 200 eru umboðað á fundinum, sum umrøður flest øll vandamál í heiminum í dag frá fátækradømi í menningarlondunum til kríggið í Ukraina.
Veðurlagsspurningar fylla sera nógv á aðalfundinum, og vóru fleiri dagar settir av til at viðgera teir. ST-aðalskrivarin, António Guterres, legði heldur ikki fingrarnar ímillum, tá hann enn einaferð ávaraði um eina heimsumfatandi vanlukku, um øll lond ikki taka veðurlagsbroytingarnar í størsta álvara og í verki gera sítt fyri at steðga teimum.
“Humanity has opened the gates to hell", varð høvuðsboðskapurin frá tí sera avgjørda og kontanta ST aðalskrivaranum, tá hann setti veðurlagspartin av aðalfundinum.
Hann helt fyri, at ríkaru londini gera ikki nóg mikið fyri at steðga útlátinum ella stuðla menningarlondunum í at fremja grønar og varandi orkuloysnir.
Hann vísti enn einaferð á, at heimurin má gevast við at brúka olju og gass, tí hesi eru ein høvuðsorsøkin til veðurlagsbroytingarnar.
Guterres segði seg eisini taka fult undir við teimum mongu ungu, sum mótmæla eitt nú framhaldandi leiting eftir olju og gassi eins og útbyggingini av kolvetnisframleiðslu.
- Alt eigur at verða gjørt fyri at liva upp til ásetingarnar í Parísavtaluni frá 2015, sum setir krøv um mesta hitavøkstur uppá 1,5 stig. Við verandi gongd er ikki hugsingur um at røkka hesum máli, og tí eigur enn størri dentur at verða lagdur á at menna varandi orkukeldur.
Guterres ávarar heimsins lond um avleiðingarnar av veðurlagsbroytingum og vísir á ekstrema veðrið kring allan heim við turki, eldibrandum, yvirflóð og ógvusligum ódnum og heitir á stjórnirnar í ríka partinum av heiminum um at at ganga á odda at minka um CO2 útlátið, sum er høvuðsorsøkin til mannaskaptu veðurlagsbroytingarnar. Neyðugt er við ítøkiligum gerðum skal málið um null útlát røkkast í 2050. Nú er nokk tosað.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 21. september 2023
Hóast Evropa hevur sett í verk handilstiltøk móti Russlandi, sum m.a. fevna um russiska olju, so verður nú avdúkað, at "fjaldar" russiskar oljuvørur, so sum diesel og flúgvarabensin, sum verða keyptar av londum í m.a. ES, kemur úr India.
Tað er danska blaðið Politiken, sum ber hesi tíðindi frá týska miðlinum Der Spiegel. Undan krígnum í Ukraina keypti Týskland stóran part av oljuni úr Russlandi. Hetta broyttist, tá russar gjørdu innrás í Ukraina. Nú er avdúkað, at Týskland eins og onnur lond í Evropa kortini keypir oljuvørur, sum stava frá russiskari ráolju, men tað er umvegis India.
Sambært hagtalsmyndugleikanum "Statistisches Bundesamt" er innflutningurin av oljuvørum úr India hækkaður sera nógv í hesum árinum. Fyrru helvt av 2022 innflutti Týskland olju fyri 275 milliónir krónur. Fyrstu seks mánaðirnar í ár er innflutningurin vaksin til 1,15 milliardir krónur.
Um orsøkina til hetta skrivar týski miðilin, at talan er um indiskt-russiskt snildi. ES hevur sett í verk bann móti russiskari olju. Men hetta fevnir ikki um olju, sum er viðgjørd í øðrum londum, og tí innflyta indarar stórar nøgdir av russiskari ráolju og selur hana víðari sum diesel ella flúgvarabensin.
India sleppur at keypa russisku oljuna til útsøluprís. Meðan landið í juli 2022 rindaði 692 krónur fyri eina tunnu av olju, so varð prísurin eitt ár seinni 473 krónur, sambært Reuters. Harvið er russiska oljan bíligari enn olja úr Saudi Arabia ella Irak.
Tað eru so ikki bert týskarar, sum keypa olju frá Putin umvegis India. Herfyri kundi Jyllands Posten avdúka, hvussu danskir keyparar av olju eru farnir at keypa flogbensin fyri milliardir úr India.
Hóast hesin samhandilin ikki er ólógligur, so vísir hann, at við hesum tryggja russar sær møguleikan at forvinna pening uppá oljuútflutning, hóast stjórnir í Vesturheiminum hava sagt frá, at alt verður gjørt fyri ikki at keypa russiska olju fyri at landið ikki skal kunna brúka oljupengar til kríggið í Ukraina.
Uttanríkisstjórin í ES Josep Borell segði í mai, at sanktiónirnar verða ikki hildnar. Hóast ES ikki keypir russiska olju, so verður diesel, sum stavar frá russiskari olju, keypt úr øðrum londum. Hetta er ikki rætt og eiga limalondini at gera nakað fyri at forða hesum. Áður er komið fram, skrivar Politiken, at Týskland hevur økt um sín útflutning til grannalond hjá Russlandi, hvørs vørur síðani eru farnar víðari til Russlands.
Tað fekk so ES nevndina í juni til at samtykkja enn ein sanktiónspakka móti Russlandi, sum nettupp hevði til endamál at forða fyri tí samhandli, sum stavar frá russiskari ráolju. Tað skal gera tað torførari at halda fram við sanktiónsraktum vørum og tøkni til lond, sum illgruni er til selja hana víðari til Russland.
Keldur: E24, Politiken, Der Spiegel, New York Times og Reuters
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 16. september 2023
Talan er um skip, sum ikki eru bygd og tryggjað móti ísvandum, og tí kunnu elva til náttúruvanlukkur, skuldi okkurt komið óvart á í havøkjunum norðan fyri Russland
Russland vil gera alt tað kann fyri at fáa tess olju til Asia uttan um vesturlendsku sanktiónirnar. Og er nú farið at senda tangaskip, sum ikki eru gjørd til at sigla í farvatninum norðan fyri Sibiria, til Asia, skrivar Politiken.
Ein vanlukka á hesi farleiðini kann hava ógvusligar avleiðingar við sær, har tað kann gerast torført ella ómøguligt at forða fyri eini oljudálking.
Tað er umhvørvisfelagsskapurin Greenpeace, sum er farin at gera vart við støðuna, nú russiska stjórnin eftir øllum at døma ætlar sær at senda gomul og illa útgjørd tangaskip, sum ikki eru ísstyrkt, frá Murmanskog víðari til Asia.
Sambært Financial Times eru tvey slík tangaskip farin 5.600 kilometra longu leiðina úr Murmansk allan vegin fram við russisku strondini við kós móti kinversku havnini Rizpao. Tey bæði tangaskipini “NS Braco" og “Leonid Loza” høvdu eina millión tons av olju hvørt og skulu brúka 35 dagar at koma leiðina fram.
Sune Scheller, kampanjuleiðari hjá Grenpeace, ávarar um vandan fyri eini umhvørvisvanlukku, nú skipini als ikki eru ísstyrkt. Tað er heilt óvanligt at lata slík skip sigla við olju á hesi siglingarleiðini. Alt kann henda t.d. at ísur setur hol á skipini, vindur og havstreymar kunnu skapa trupulleikar og hendir nakað, so er hjálp ikki í nánd.
Umboð fyri russiskar myndugleikar vísa aftur úttalilsunum frá Greenpeace og siga, at vandi er ikki at sigla á hesi leiðini hesa ársins tíð, nú skipini eru so vælútgjørd at kunna sigla, har bestu líkindi eru.
Politiken skrivar, at annað tangaskipið er sera gamalt, og líkur ikki krøvini til oljuflutning í slíkum lutvíst ókendum økjum í Arktis.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 19. september 2023
Deni Pavlovic legði KÍ á odda tíðliga í 2. hálvleiki, men Slovan Bratislava svaraði tvær ferðir aftur. Talan var tó um sterkt avrik, og síðstu løtuna var KÍ nær við at fáa stórt úrslit
Eina løtu í 2. hálvleiki vóru øll í KÍ-leguni í Bratislava og viðhaldsfólk framman fyri skíggjanum í sjeynda himmli. Árni Frederiksberg legði eitt framúr innlegg úr høgru, og Deni Pavlovic rann perfekt inn í málteigin og beindi bóltin í málið hjá Slovan Bratislava.
Eitt søguligt mál. Serbin, sum spælir við KÍ á sætta árið, skoraði fyrsta málið hjá einum føroyskum liði nakrantíð í einum bólkaspæli.
Talan var um stóra løtu fyri KÍ, ið hevði fingið heilt gott tamarhald á uppgerðini, sum fyrri hálvleikur leið. Tað sá als ikki út til at vera óhugsandi, at útiliðið fór at fáa okkurt við úr Bratislava.
Leiðslan helt tó bert í fimm minuttir. Aleksandar Cavric varð sendur inn um KÍ-verjuna, og sendi bóltin hart inn í brotstignum, har royndi Vladimir Weiss var fyrstur á honum. Skotið hjá fyrrverandi Manchester City-spælaranum rakti Jóannes Kalsø Danielsen á vegnum og fór beint framvið Nils Jonathan Johansson í málinum.
1-1 og heimaliðið hevði meira yvirskot. Tað vóru tó ikki nógvir møguleikar næstu løtuna, men so kom høg sending inn í KÍ-brotsteign. Cavric "rann í ryggin" á Børga Petersen og stútaði bóltin í longra málhornið.
Nú var tað tungt hjá KÍ, ið hevði nógv troytt bein á vøllinum. Hallur Hansson og René Shaki Joensen kundu ikki setast inn, og tað tyktiskt at mangla eitt sindur fyri at seta eitt trýst inn. Slovan kundi eisini stongt hurðina, tá KÍ sløsaði, men móti endanum vísti KÍ og fekk tríggjar stórar møguleikar.
Fyrst fann Árni Frederiksberg Børga Petersen, ið var púra fríur við aftaru stong og setti fótin á. Skotið rakti tó mitt á málverjan. Løtu seinni sendi Árni Frederiksberg aftur vandamiklan bólt innfyri, Jákup Biskopstø Andreasen kastaði seg fram og setti vinstra beinið á. Bólturin fór tó uppum. Í síðsta álopinum vóru báðir innskiftarnir Jóhan Josephsen og Páll Andrasson Kletsskarð nær við at fáa skot á, tá málverjin hjá Slovan var komin skeivt út.
Heimasigur var ikki óuppiborin, men tá KÍ var á odda og málini ímóti tyktiskt heldur løtt, so iðrar man seg. Tað er tó høgt stig, og KÍ avrikaði á mangan hátt flott í Slovakia.
UEFA Conference League Bólkur A, 1. umfar:
Hósdagin 21. september
Slovan Bratislava - KÍ 2-1 (0-0)
49' Deni Pavlovic (Árni Frederiksberg) 0-1
54' Vladimir Weiss 1-1
74' Aleksandar Cavric 2-1
KÍ (4-5-1/3-4-3): Nils Jonatan Johansson - Jóannes Kalsø Danielsen, Børge Petersen, Odmar Færø, Vegard Forren, Patrick Da Silva – Árni Frederiksberg, Deni Pavlovic (72' Luc Kassi), Jákup Biskopstø Andreasen, Mads Boe Mikkelsen (72' Páll A. Klettskarð) – Sivert Gussiås (90' Jóhan Josehpsen)
Mikudagin 20. september
Lille - Olimpia Lublijana 2-0
Komandi dystir:
05. oktober: KÍ - Lille
05. oktober: Olimpija Ljubljana - Slovan Bratislava
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 21. september 2023
Føroyski áleyparin gjørdi veruliga bart í fyrsta bólkaspælsdystinum hjá íslendskum liði. Breiðablik kom inn í dystinum orsakað av málum Klæmints - tað endaði 3-2
Talan var um eitt stórt evropeiskt kvøld fyri føroyskan fótbólt hóskvøldið, hóast felagið (KÍ) og útisetin (Klæmint Andrasson Olsen) í bólkaspælinum í Conference League taptu. Talan var um teprar ósigrar á útivølli, men KÍ kom á odda, og var ógvuliga nær við at fáa stig við úr Bratislava, og Klæmint Andrasson Olsen skoraði bæði málini hjá Breiðablik í Ísrael.
Tað var 3-0 til stórfavorittarnar í Tel Aviv longu eftir hálvan tíma, men beint fyri hálvleik gjørdi ein rituvíkingur bart. Klæmint rann seg væl frían, og áleyparin prikaði bóltin inn við aftaru stong eftir flatt innlegg.
Klæmint vísti aftur sítt máltev í 55. minutti, tá hann var til reiðar tætt við málið eftir hornaspark. 3-2, og so var veruligt lív í dystinum.
Breiðablik fekk tó ikki útjavnandi málið, men íslendska liðið fall tó við æru í fyrstu slíku royndini, tá samanumkom.
Klæmint Andrasson Olsen kann eisini vera ógvuliga væl nøgdur við sítt avrik. 33-ára gamli landsliðsspælarin er leigaður úr barndómsfelagnum NSÍ ,og hevur skorað og lagt upp til fleiri evropeisk mál fyri Breiðablik.
Samanlagt er Klæmint nú tann føroyingurin við flest evropeiskum málum. Bæði Levi Hansson og Páll Andrasson Klettskarð hava tó fleiri fyri føroysk feløg. Klæmint Andrasson Olsen er tann fyrsti - og higartil einasti - sum hevur skorað fyri íslendskt felag í evropesikar kapping.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 21. september 2023
Oddastríðið lat seg meira upp aftur við 1-1 úrslitinum mánakvøldið. B68 er eitt stig longur burtur frá niðurflytingarstrikuni eftir heldur dramatiska dystin
KÍ hevur eina nakað samankroysta dystarskrá fram til landsliðssteðgin í oktober við dysti umleið triðja hvønn dag. At hava evropeiskan dyst og Betrideildardyst í somu viku hevur higartil ikki eydnast so væl hjá oddaliðnum, og fyri triðju ferð í fimm dystum í landskappingini eftir summarsteðgin, fór KÍ av vøllinum mánakvøldið uttan at vinna.
Liðið hjá Magna Hoseth fekk annars fult stigatal í fyrru hálvu, og tað og sigrarnar á HB og EB/Streymi gera, at KÍ framvegis hevur nakað av luft.
KÍ roynir at renna undan havnarfeløgunum. B36 stendur framvegis við einum fínum møguleika (Mynd: Sverri Egholm)
B68 spældi við
Talan var um ein lívligan dyst við Djúpumýrar mánakvøldið. B68 legði seg sanniliga ikki bert aftur at verja og hótti nakrar ferðir tíðliga í dystinum. Einaferð var Børge Petersen noyddur at hála Jørgen Nielsen niður beint uttanfyri KÍ-brotsteigin. Verjuspælarin fekk gult kort - tað kundi kanska verið reytt.
Magne Hoseth hevði gjørt seks broytingar í byrjanaruppstillingini, í mun til dystin í Gundadali seinasta fríggjakvøld. Sivert Gussiås var nýggjur maður í álopinum, og miðskeiðis í 1. hálvleiki varð norðmaðurin sparkaður í B68-brotsteignum. Brotssparkið tók Árni Frederiksberg sær av, og hann var ógvuliga tryggur. Árni byrjaði annars á bonkinum, men hevði stutt frammanundan avloyst Latif Ahmed, ið fekk eitt slag í høvdið.
Patrick Da Silva hevði eisini havt stóran møguleika, men B68 svaraði aftur. Stutt fyri steðgin fekk Boubacar Dabo bóltin stutt uttanfyri KÍ-brotsteigin. Eyðsýndi og kviki senegalbúgvin fór framvið Jákupi Andreasen og smekkaði til við vinstra beininum. Markus Petterson í KÍ-málinum sá bóltin seint og fekk bert líka hondina á. 1-1 í Klaksvík.
Boubacar Dabo gjørdi bart við langskoti stutt fyri steðgin. B68'arin tók sakina í egnar hendur, og liðið hjá Jákupi á Borg fekk eitt stig (Savnsmynd: Sverri Egholm)
Talan var um flotta atgerð hjá Dabo, ið eisini stóð fyri góðum kontraálopi í 2. hálvleiki. Annars noyddist B68 at hugsavna seg meira um at verja eftir steðgin. Tað tyktiskt sum oddaliðið koyrdi í hægri gervi, og fleiri ferðir var nær við.
Í yvirtíðini hevði B68, sum tá spældi við tíggju monnum eftir seinna gula kortið hjá Ragnari Samuelsen, langskotssroynd. Liðið hjá Jákupi á Borg stríddist væl, og kann brúka stigið til okkurt í botnstríðnum.
Víkingasigur í Gundadali
HB misti sambandið við oddan, tá liðið mikukvøldið tapti móti Víkingi í Gundadali. Víkingur var á odda 2-0 í hálvleikinum. Einsamallið hjá HB kom í yvirtíðini av dystinum.
AB skapti aftur lív í botnstríðið við at vinna ein tryggan 3-0 sigur á TB leygardagin, meðan B36 staðfesti sítt annaðpláss við at vinna 3-0 á útivølli móti EB/Streymi.
22. umfar í Betrideildini hjá monnum
Leygardagin 16. september:
ÍF - 07 Vestur 0-3 (0-2)
24' Daniel Obbekjær, br. 0-1
31' Ási Dam 0-2
90 (+4)' Albert Theis Nielsen 0-3
Reytt kort: Ruben Møller Nielsen (85')
Sunnudagin 17. september:
AB - TB 3-0 (2-0)
3' Filip í Liða 1-0
8' Filip í Liða 2-0
58' Marius Kryger Lindh 3-0
EB/Streymur - B36 0-3 (0-2)
4' Valerijs Sabala 0-1
16' Jann Julin Benjaminsen 0-2
85' Hannes Agnarsson 0-3
Mánadagin 18. september:
KÍ - B68 1-1 (1-1)
22' Árni Frederiksberg, br. (Sivert Gussiås) 1-0
42' Boubacar Sidik Dabo 1-1
Reytt kort: Ragnar Samuelsen (89')
Týsdagin 19. september:
HB - Víkingur 1-2 (0-2)
27' Poul Kallsberg 0-1
32' Sølvi Vatnhamar 0-2 (Olaf Bárðarson)
90+04' Tróndur Jensen 1-2
Støðan:
1. KÍ 56 stig *
2. B36 52 stig
3. HB 47 stig
4. Víkingur 45 stig
5. 07 Vestur 34 stig
6. EB/Streymur 20 stig *
7. B68 19 stig
8. TB 16 stig
9. AB 13 stig
10 ÍF 12 stig
* Ein dyst færri
Komandi dystir:
Sunnudagin kl. 14: ÍF - AB
Sunnudagin kl. 15: TB - KÍ
Sunnudagin kl. 15: B68 - EB/Streymur
Sunnudagin kl. 15: Víkingur - 07 Vestur
Mánadagin kl. 18: B36 - HB
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 18. september 2023
- Nú tað kemur til evropeisku bólkaspølini, mugu vit bara ásanna, at vit ikki kunnu vera við fíggjarliga, sigur Ivan Hentze Niclasen
Rættindini at senda dystirnar gjørdust ov dýr, staðfestir kringvarpsstjórin.
KÍ spældi fyrsta dystin í Conference League-bólkaspælinum hóskvøldið. Men dysturin varð ikki at síggja í KVF.
- Tað eru nógvir pengar í evropeisku fótbóltskappingunum fyri feløg, og bólkaspølini enda á gjaldsrásum ella handan gjaldsveggir, har public service-rásirnar ikki kunnu vera við. Í ár er onki undantak, staðfestir kringvarpsstjórin, Ivan Hentze Niclasen.
Tað er UEFA, sum selir rættindini til bólkaspølini í Champions League, Europa League og Conference League.
- Vit hava havt eitt gott samstarv við KÍ í sambandi við dystirnar móti Ferencváros, Hacken, Molde og Sheriff Tiraspol, men nú tað kemur til evropeisku bólkaspølini, mugu vit bara ásanna, at vit kunnu ikki vera við fíggjarliga, sigur Ivan Hentze Niclasen.
(Mynd: Sverri Egholm)
Altjóða ítróttarættindi eru vorðin sera dýr
Seinnu árini er prísurin á altjóða ítróttarættindum farin upp í loft.
- Fíggjarkreppur ella onnur viðurskifti gera seg ikki galdandi her. Rættindini til at vísa tær stóru væl umtóktu ítróttagreinirnar eru síðstu tíggju árini vorðin dýrari og dýrari, sigur kringvarpsstjórin.
Gongdin hevur elvt til, at stóru norðurlendsku public service-rásirnar í nøkrum førum eru gingnar saman um at bjóða upp á eitt nú Olympiskar leikir, HM-endaspøl og EM-endaspøl. Hetta verður gjørt í eini roynd at geva øllum borgarum høvi at síggja tær stóru savnandi ítróttahendingarnar. Mentanarpolitiskt er hetta eitt gott átak, heldur kringvarpsstjórin.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 19. september 2023
Við nærum fullum stigatali varð Adrian Justinussen úr HB valdur til besta spælara í Betri Deildini hjá monnum í august mánað
Tað var um reppið, at bóltsnillingurin við fantastiska sparkiteknikkinum, Adrian Justinussen úr HB av álvara gjørdi slætt borð, tá besti spælarin í Betri Deildini hjá monnum í august mánað skuldi veljast.
Tá talt var saman, hevði Adrian Justinussen fingið 24 av 27 møguligum stigum. Nummar 2 gjørdist Sølvi Vatnhamar úr Víkingi, meðan Bjarki Nielsen úr B36 endaði á 3. plássi í atkvøðugreiðsluni.
– Hetta var ein deiligur heiður at fáa, og eg eri sjálvandi glaður og takksamur fyri at verða valdur. Annars hevur hetta kappingarárið gingið hampuliga væl. Tapið fyri KÍ í dag (seinasta fríggjadag, -red.) gjørdi tó at møguleikin fyri FM fánaði eitt sindur, men vit eru enn við í steypakappingini, og hana ætla vit okkum sjálvandi at vinna, sigur Adrian Justinussen við heimasíðuna hjá FSF.
At tað hevur gingið væl hjá Adriani Justinussen í hesum kappingarárinum, sæst eisini aftur á máltindinum, har hann í løtuni er á 2. plássi við 15 málum. Ovastur á tindinum er Páll Klettskarð úr KÍ við 16 málum.
Tað var pápi Adrian, Rúni Justinussen, ið vegna Fótbóltssamband Føroya stóð fyri handanini. Rúni var í nógv ár ein av berandi kreftunum á sterka GÍ liðnum, sum í 90’unum millum annað vann fýra FM heitir á rað, og harafturat er Rúni Justinussen eisini skrásettur fyri ein A-landsdyst fyri Føroyar.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 16. september 2023
Hetta varð staðfest við stórsigri á næstbesta liðnum hjá EB/Streymi leygardagin. Harvið flyta báðir niðurflytararnir úr Betrideildini trygt upp aftur
Sum væntað gjørdist steðgurin hjá NSÍ í 1. deild stuttur. Eftir eitt marruár í 2022 fór felagið við flest evropeiskum luttøkum síðani farið varð til 27 umfar buldrandi úr Betrideildini.
Tap á heimavølli móti grannunum úr B68 staðfesti niðurflytingina. Leygardagin var aftur fýrverk við Løkin, men í mun til í fjør var tað uppflytingardámur, og vóru tað NSÍ' arar, ið stóðu fyri tí.
Við stórsigri á EB/Streymi staðfesti liðið hjá Sámal Erik Hentze tað, sum hevur ligið í luftini so at siga alt kappingarárið: Uppflytingina. Meinhard Geyti, Sølvi Sigvardsson og Búi Egilsson skoraðu eitt mál hvør, og Steffan Løkin gjørdi hattrik. Áleyparin, ið er vendur aftur úr B68, hevur skorað 16 mál í 17 dystum.
NSÍ hevur nú yvir 50 stig. Fimm umfør eru eftir. Hóast B71 hevur havt betri gongd seinastu tíðina enn í byrjanini, so er tættasti avbjóðarin heili tjúgu stig aftanfyri.
NSÍ flytir upp saman við Skála, ið fyri kortum tryggjaði sær sæti í Betrideildini. Harvið verður Runavíkar kommuna aftur vælumboðað í bestu mansdeildini í 2024.
Næstbesta liðið hjá NSÍ hevur eisini tryggjað sær uppflyting við at tryggja sær í minsta lagi 2. plássið í 2. deild. Harvið verður næstbesta liðið hjá NSÍ í 1. deild næsta ár.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 17. september 2023
Leirvíkingurin spældi 90 minuttir og verður skjótt greipuvinnari. Jóan Símun Edmundsson legði upp til mál til KA, sum tapti 3-1 í Laugardali
Víkingur Reykjavík vann sum væntað íslendsku steypafinaluna farna vikuskiftið. Favorittarnir løgdu seg á odda, tá 37 minuttir vóru spældir á Laugardalsvøllinum. Víkingur hevði yvirvág fyri steðgin, men nógvir møguleikar vóru ikki.
Í 72. minutti sá tað út til, at høvuðsstaðarliðið punkteraði finaluna við máli til 2-0. Tíggju minuttir seinni kom tó lív í aftur. Jóan Símun Edmundsson legði innfyri, og Ivar Arnason minkaði um munin fyri KA.
Tveir minuttir seinni gjørdist tað tó 3-1. Júst innskifti 20-ára gamli Ari Sigurpalsson var málskjútti hjá Víkingi, sum vann íslendsku steypakappingini fyri fjórðu ferð á rað.
Gunnar Vatnhamar hevur verið við at vunnið Løgmanssteypið tríggjar ferðir. Nú er 28-ára gamli leirvíkingurin íslendskur steypavinnari, og Víkingur er ein sigur frá at vinna greipuna.
Gunnar spældi allar 90 minuttirnar í finaluni. Tað gjørdi Jóan Símun Edmundsson eisini. Pætur Petersen kom ikki á vøllin fyri KA, ið framvegis ikki hevur vunnið steypakappingina.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 16. september 2023
A-landsliðið hjá kvinnum taptu fyrsta dystin í Nations Leauge ímóti Montenegro 1-0
Føroyska A-landsliðið við kvinnum spældi í kvøld fyrsta dystin í Nations Leauge. Fyrsti dysturin var ímóti Montenegro, og Føroyar taptu 1-0.
Hóast mótstøðan var sterkari enn føroyska liðið, megnaðu føroysku kvinnurnar at bjóða teimum av. Montenegro var meira tendrað í fyrra hálvleiki, og kom til fleiri møguleikar. Tær skoraðu málið til 1-0, tá 21 minuttir vóru spældir. Tær komu til nakrar farligar støður afturat, men føroyska verjan stóð væl, og Montenegro megnaði ikki at fáa meira burturúr møguleikunum.
Blaðunda Fridrikka Clementsen í sínum fyrsta A-landsdysti (Mynd: Sverri Egholm)
Í øðrum hálvleiki gekk tað betri hjá føroysku kvinnunum. Tær megnaðu at koma til fleiri møguleikar, og kempaðu væl saman. Munurin á liðunum var tískil sera lítil í øðrum hálvleiki.
Tríggir ungir leikarar fingu A-landsliðsdebut í dystinum. Sunniva Willemoes fekk sín fyrsta dyst frá byrjan, ímeðan Fridrikka Clementsen og Malena Olsen blivu skiftar inn í øðrum hálvleiki. Afturat hesum var hetta eisini fyrsti dystur hjá nýggja A-landsliðsvenjaranum, Signe Pries.
Føroyar skulu aftur í eldin týsdagin, tá tær møta Kýpros á útivølli.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 22. september 2023
- Nú kennast umstøðurnar og løtan til at gevast rættar, sigur Olga Kristina Hansen. Hon varð á fyrsta sinni úttikin til A-landsliðið í 2006
Hon var bert 16 ára gomul, tá hon í 2006 á fyrsta sinni varð úttikin til A-landsliðið. Kvinnurnar høvdu eina innleiðandi EM undankapping á skránni, og táverandi landsliðsvenjari, Álvur Hansen, sendi boð eftir Olgu Kristinu Hansen, sum longu tá var ein lyklaspælari á besta kvinnuliðnum hjá AB.
Síðan fyrsta dystin fyri 17 árum síðan, hevur hon spælt undir fýra fylgjandi landsliðsvenjarum og fingið óteljandi stórar og stuttligar upplivingar við á vegnum. 68 landsdystir er tað blivið til, men nú er avgerðin tikin um at steðga.
- Eg havi verið glað fyri allar upplivingarnar og samanhaldið á landsliðnum, og eg havi eisini glett meg ótrúliga nógv til at spæla eftir nýggja Nations League leistinum. Men nú kennast umstøðurnar og løtan til at gevast rættar, sigur Olga Kristina Hansen í longri grein á heimasíðuni hjá Fótbóltssambandinum.
Føroyskur málfagnaður í 5-1 sigrinum móti Luksemborg 6. apríl 2017
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 22. september 2023
Í harðari kapping við Heidi Sevdal úr NSÍ, bleiv Eyðvør Klakstein vald sum besti spælarin í august mánaða
Eftir at hava luttikið í Champions League í undanfarnu viku, høvdu kvinnurnar úr KÍ aftur dyst í Betri Deildini leygardagin, tá tær vóru á vitjan hjá Víkingi í Sarpugerði. Undan dystinum varð Eyðvør Klakstein kunngjørd og heiðrað sum besti spælarin í august.
Tað eru venjararnir í deildini, umframt umboð fyri Televarpið, sum velja besta spælaran hvønn mánað, og hesaferð var tað aftur Eyðvør, sum fór avstað við heiðrinum.
Í hesum sambandi handaði pápi Eyðvarar, Eyðun Klakstein, dóttrini ein gávukekk frá HAPS, umframt eina glasstandmynd, sum Betri hevur latið.
Eyðvør vann eisini heiðurin fyri juni/juli, og sigast má at hon og liðfelagarnir úr KÍ hava havt eitt sera gott kappingarár, har tær longu hava tryggjað sær FM heitið. Sjálv hevur Eyðvør skorað 19 mál í 19 dystum, sum má sigast at vera framúr hagtøl.
Í sjálvum dystinum hildu Eyðvør og KÍ fram í sama stíli við 3-0 sigrii, og aftur leygardagin kom Eyðvør á máltalvuna, tá hon legði KÍ á odda tíðliga í seinna hálvleiki.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 17. september 2023
Føroyski spælskiparin og liðfelagirnir vunnu 35-32 á Pick Szeged og hava fult stigatal fyri tveir dystir
Elias Ellefsen á Skipagøtu og liðfelagirnir spældu hóskvøldið sín fyrsta Champions League-heimadyst í hesum kappingarárinum. THW Kiel tók ímóti ungarska stórfelagnum Pick Szeged.
Sum væntað vann týska stórfelagið. Útiliðið hekk tó væl í nakað inn í 2. hálvleik. Síðani fór munurin upp við nøkrum málum. At enda vann Kiel 35-32.
Harvið hevur liðið nú fýra stig fyri tveir dystir í Champions League-bólkaspælinum, sum er tað einasta, ið Kiel skal hugsavna seg um nú. Í næstu viku skulu Elias og teir til Norðurmakedonia at spæla móti Eurofarm Pelister. Heili 12 umfør eru eftir. Tað snýr seg um at vera millum tey seks ovastu av teimum átta liðunum fyri at koma víðari.
Elias á Skipagøtu hevur stóran leiklut til tíðir í dystum, og hesaferð spældi hann frá byrjan sum spælskipari. 21-ára gamli hoyvíkingurin skoraði fýra mál í trý-máls sigrinum.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 22. september 2023
Eiðiskvinnur vunnu óvæntaðan sigur í tøttum dysti - menninir hjá H71 vunnu stórt í Kollafirði
Tveir dystir í fremstu hondbóltsdeildunum vóru á skránni farna leygardag. Bæði liðini hjá H71 vóru á útivølli. Annað fekk sannførandi stig við heim, meðan hitt tapti móti liði, sum ikki hevur so nógv ár á baki í fremstu røð.
EB fekk leygardagin helst størsta úrslitið, síðani besta kvinnuliðið kom upp í SMS-deildina. Gamaní er hetta eitt øðrvísi H71-lið við færri royndum og toppstøði enn tað suverena greipuliðið í fjør, men talan var um flottan sigur hjá EB.
Hoyvíkskvinnur vóru á odda við tveimum málum í steðginum við Streymin. Í 2. hálvleiki leikaði javnt á, men tað var heimaliðið, ið skoraði tvey av teimum seinastu trimum málinum og vann harvið 31-30.
Nukaaka Petrussen Lyberth úr Grønlandi og brasilianska Talita Alves vóru avgerandi. Tær skoraðu samanlagt 24 mál fyri EB. Úrslitið bendir aftur á javna kapping í ár. Undanfarna vikuskifti vann H71 á VÍF, meðan EB tapti á heimavølli fyri StÍF.
SMS-kvinnur
Leygardagin 16. september
EB - H71 31-30 (14-16)
Toppskjúttar: Nukaaka Petrussen Lyberth 14 mál, Talita Alves Carneiro 10 mál - Elsa Egholm 7 mál
Sunnudagin 17. september
Stjørnan - Neistin 24-29 (10-16)
Toppskjúttar: Sonja Sirdal á Bergi 6, Maria P. Nólsoy 10
StÍF - Kyndil 20-33 (12-15)
Toppskjúttar: Natasja Hammer 5, Bára K. Hansen 7
VB - VÍF 22-29 (13-14)
Toppskjúttar: Durita K. Hjelm 10, Rannvá Olsen 8
Støðan
Neistin 4 stig
Kyndil 2 stig
H71 2 stig
EB 2 stig
StÍF 2 stig
VÍF 2 stig
Stjørnan 2 stig
VB 0 stig
Komandi dystir:
Sunnudagin kl. 14: VÍF - StÍF (Høllin í Vestmanna
Sunnudagin kl. 15: Stjørnan - Kyndil (KÍ-høllin)
Hósdagin kl. 18.30: H71 - VB (Hoyvíkshøllin)
Hósdagin kl. 19.30: Neistin - EB (Høllin á Hálsi
Talita Alves gjørdi bart. Hon skeyt tíggju mál og millum annað eitt ógvuliga umráðandi móti endanum (Mynd: Eiðis Bóltfelag)
Ísak Vedelsbøl var stórspælandi á strikuni (Mynd: H71)
Í 1. umfari vann KÍF stórt á Skála, meðan H71 tapti á heimvølli fyri VÍF. Leygardagin tók KÍF móti H71 á Kollfjarðadøgum, men hoyvíkingar oyðiløgdu hýrin nakað.
Útiliðið tók leiðsluna við fýra málum á rað beint fyri steðgin, og KÍF kom ongantíð veruliga inn í dystin aftur. Skjótt bygdi H71 á leiðsluna og vann at enda við heili tíggju málum. Strikuspælarin Ísak Vedelsbøl skaraði framúr á unga H71-liðnum. Lagt er eisini upp til spennandi kapping í bestu mansdeildini.
Betri menn
Leygardagin 16.september
KÍF - H71 22-32 (10-13)
Toppskjútti: Mattias B. Joensen 4, Ísak Vedelsbøl 9 mál
Sunnudagin 17. september
StÍF - Kyndil 25-29 (14-16)
Toppskjúttar: Pætur Ó. Barclay og Kasper Sommer 5, William Skovsager 12
Hósdagin 21. september
Team Klaksvík - Neistin 31-27 (15-15)
Toppskjúttar: Sámal á Tjaldrafløtti 7, Philip Harper Müller 8
Støðan
Kyndil 3 stig
H71 2 stig
VÍF 2 stig*
Team Klaksvík 2 stig*
KÍF 2 stig
Neistin 1 stig
StÍF 0 stig
* ein dyst færri
Komandi dystir:
Sunnudagin kl. 16: KÍF - Neistin (Høllin í Kollafirði)
Sunnudagin kl. 16: VÍF - StÍF (Høllin í Vestmanna)
Sunnudagin kl. 17: Team Klaksvík - Kyndil (Badmintonhøllin)
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 17. september 2023
Aftur sunnudagin taptu Neistin og Team Klaksvík í sínum evropeisku dystum. Næsta mánað fara H71 og VÍF at royna seg
Tað gekk ikki eftir vild hjá mansliðunum Neistanum og Team Klaksvík, sum farna vikuskiftið royndu seg í European Cup-hondbólti
Team Klaksvík var í Tuzla í Bosnia Hersegovina og tapti samanlagt 53-37. Fyrri dysturin, sum varð leiktur seinasta fríggjakvøld endaði 30-19 til RK Sloboda, og seinna dystin sunnudagin vann Sloboda eisini 23-18.
(Mynd: RK Sloboda)
Hjá Neistanum var veruligt skrædl í fyrra dystinum móti ísraelska Yuvalim HC leygardagin. Ellivu mál vóru á muni, 34-23, og tí var ógvuliga trupult at koma aftur í seinna dystinum sunnudagin, sum eisini varð spældur á Hálsi í Havn.
Neistamenn reistu seg tó nakað, og í steðginum var 16-16. Ísaraelittar vóru tó stinnari, og vunnu 30-26 og samanlagt 64-49.
Evropeiska ævintýri hjá Neistanumn og Team Klaksvík er harvið liðugt á hesum sinni. H71 og VÍF byrja í øðrum umfari, og tað er greitt, at bæði liðini spæla báðar dystirnar á útivølli.
11. oktober og 13. oktober spælir H71 móti kroatiska MRK Trogir, og VÍF spælir 14. og 15. oktober í móti Handball Esch í Luksemborg.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 17. september 2023
Hondbóltssambandið hevur kunngjørt hópin hjá kvinnum til fyrstu EM-undandystirnar. Talan er um ein lutfalsliga ungan hóp, har beint undir helmingurin spælir uttan fyri Føroyar
Í oktober fara føroysku kvinnurnar undir EM-undankappingingina. Byrjað verður við dysti í Svøríki og síðani á heimavølli móti Íslandi.
Í tí sambandi hava nýggju landsliðsvenjararnir, Claus Mogensen og Simon Olsen, úttikið hesar 16 spælarar:
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 21. september 2023
Flogbóltsárið verður servað í gongd í morgin, tá árligu stórsteypadystirnir verða leiktir á Hálsi
Sunnudagin verður flogbóltsárið servað í gongd, tá árligu stórsteypadystirnir verða leiktir í høllini á Hálsi í Havn.
Talan er um afturvendandi vælgerandi tiltak, har meistararnir fyri ávikavist kvinnur og menn leika ímóti steypavinnarunum. Um meistarin og steypavinnarin er sama liðið, verður leikt ímóti nr. 2 í landskappingini.
Sunnudagin 24. september leika meistararnir og steypavinnararnir fyri kvinnur, SÍ, ímóti nr. 2 í landskappingini, Fleyr. Hjá monnunum eru tað meistararnir og steypavinnararnir, Mjølnir, sum leika ímóti nr. 2 í landskappingini, Fleyr.
Dysturin hjá kvinnunum byrjar kl. 15, og dysturin hjá monnunum byrjar kl. 17. Vinnandi liðið fær ferðasteyp, latið av FBF.
Í ár er tað Fleyr, ið skipar fyri dystunum, og fyriskiparin hevur gjørt av, at øll inntøkan frá hesum báðum dystunum fer til Títt Rúm hjá Blá Krossi. Títt Rúm er eitt tilboð til øll í aldrinum 0 til 35 ár, sum hava foreldur við rústrupulleikum, og familjur teirra.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 20. september 2023
Ungu svimjararnir í Suðuroy fáa nú eina fyrimynd sum venjara
Suðuroyar Svimjifelag, Susvim, hevur gjørt avtalu við Róland Toftum, sum verður nýggjur høvuðsvenjari í felagnum.
Róland Toftum er kendur í føroyskari svimjing, og hevur vunnið hópin av heiðursmerkjum fyri bæði Susvim og fyri Føroyar.
Ungu svimjararnir í felagnum fáa nú eina fyrimynd sum høvuðsvenjara.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 17. september 2023
Johnny Priess doyði eftir stutta sjúkralegu, 58 ára gamal
Arbeiðssamur og blíður. Stillførur og hjálpsamur. Trúðfastur og álítandi.
Soleiðis kenna vit Johnny Priess, sum seinastu 34 árini hevur verið drívmegin í Miklagarði.
Hann var altíð í gongd. Hevur myndað og staðið á odda. Kortini var hann ongantíð ov stórur til at fylla vøru upp, tá tað var neyðugt. Hann hevur skipað og leitt arbeiðið. Samstundis var hann altíð klárur at hjálpa ivandi kundum. Hann hevur bygt upp og havt visjónir. Kortini var tað hvønn dag hann, sum stongdi handilin eftir dagsins gerning.
Fyrsti maður til arbeiðis og síðsti maður heim. Soleiðis var Johnny.
Tí kom tað óvart á tey flestu, tá ið Johnny so brádliga bleiv sjúkur. Og nú deyðsboðini bórust eftir stutta sjúkralegu, tykist tað mestsum óveruligt.
Tað er við tungum huga, at vit í dag senda tykkum avvarðandi okkara djúpastu samkenslu og minnast okkara góða vin og starvsfelaga, Johnny Priess.
Saknur verður í tær, góði Johnny.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 20. september 2023
-
Tað er gott at kenna seg takksaman og hepnan, eftir at hava kent eina menniskju í gjøgnum eitt langt lív.
Hetta var kenslan eg sat eftir við, nú boðini bórust um, at Anna Larsen var farin. – Ein kensla av takksemi og hepni hóast sorg og sakn!
Havi vita um Annu Larsen frá barni av. Men tað var ikki minst ígjøgnum okkara felags hjartabarn, ÍF, at okkara vegir krossaðust mest.
Var so heppin at sita í nevnd saman við Annu. Altíð fús og nærløgd til at taka tung tøk, felagnum at frama – eitt nú at skipa fyri eydnuhjóli og lutaseðlasølu, at hjálpa til við innkrevjingini og at taka sær av klæðum.
Men hetta nærlagni og ídni røkk eisini út um tíðina, hon hevði sum nevndarlimur. Tað hevur felagið merkt øll árini, og tað kundi eg so mangan sanna eisini. Bæði sum leikari og sum venjari – í fótbólti, í flogbólti og í hondbólti.
Nú, eg havi skavast eitt sindur við søguna hjá ÍF, og tí hugt fundarbøkurnar ígjøgnum, havi eg rent meg í nøkur nøvn, sum aftur og aftur verða nevnd. Nøvn á fólkum, sum eftir bestu sannføring hava lagt nógva orku í og sett nógva tíð av til felagsins besta í meir enn hálva øld.
Eitt av hesum nøvnum er Anna Larsen!
Men Anna var ikki einsamøll um sítt nærlagni! Petur, maðurin, var eisini altíð stuðlandi í hesum arbeiðinum – bæði praktiskt og fíggjarliga. Tey bæði vóru ein fyrimynd fyri okkum øll! Men ikki minst vóru tey ein fyrimynd fyri teirra børn, sum eisini hava verið ÍF og arbeiðinum innan ítróttina í bygdini ein trúgvur og hollur stuðul.
Fyri júst fimm árum síðani eydnaðist tað mær at hava eitt prát við Annu, sum eg festi á band. Eitt prát um ÍF og ítróttina í hennara barna- og ungdómsárum. Ein sera góð og gevandi løta í hugnaliga heiminum á Trøðni. Ein samrøða, sum er eitt sera virðismikið íkast til søguna um ÍF.
Góðu tit, Jákup Frants, Atli, Gunnvá, Randi og Rógvi við familjum! Árini vóru har, men kortini er saknurin svárur. Máttu tit kent styrki og troyst í Honum, sum øllum valdar!
Friður veri við minninum um Annu Larsen!
Tórshavn, 21. september 2023
Petur Simonsen
ÍF nevndin 1979-80 saman við venjaranum, Ronny Gunnarsson. Myndin er tikin í oktober 1980. Frá vinstru: Petur Simonsen, Sonni Jensen, Símin Abrahamsen, Jóhan Heri Joensen, Ronny Gunnarsson og Anna Larsen
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 22. september 2023
Eyðun Johannessen, sjónleikari og leikstjóri men fyrst og fremst stóri íbirtarin innan føroyska leiklist, er nú farin um sýn, og vit drýpa høvur við virðing fyri tí, hesin undangongumaður hevur gjørt fyri og givið okkum
Eyðun Johannessen, sjónleikari og leikstjóri men fyrst og fremst stóri íbirtarin innan føroyska leiklist, er nú farin um sýn, og vit drýpa høvur við virðing fyri tí, hesin undangongumaður hevur gjørt fyri og givið okkum.
Eg fari at loyva mær at taka seinasta brotið úr Prologinum hjá Eyðuni úr endurminningum hansara
“Míni leikapetti”:
Tann dagin, eg av álvara flutti til Danmarkar í 1979,
stóð eg afturi í hekkuni á ferðaskipinum
og sá oyggjarnar søkka í havsbrúnna.
Tá rak eitt tokutám fyri og fjaldi tær – oyggjarnar.
So eg sá tær ikki søkka í havið.
Tað, eg upplivdi, var, at tær –
inni í mjørkanum – fóru,
eins og mjørkin – spakuliga rekandi
við táminum, og festu búgv
í sinninum á mær.
Og har eru tær enn.
Síðan havi eg ikki havt farran av heimlongsli.
Oyggjarnar festu búgv innan í mær!
Nú hevur Eyðun verið á síni seinastu ferð heim til oyggjarnar, ið høvdu so stórt pláss í hjarta hansara, og sunnudagin fylgdu vit honum á hansara seinastu ferð hiðani.
-
Longu sum smádrongur hevði Eyðun evnini at eygleiða og síðani sjálvur at siga søgur út frá tí, hann hevði sæð, og á henda hátt at ogna sær søguna og frásøgnina. Eyðun segði javnan frá søgum, hann upplivdi sum smádrongur, og hvussu hann gjørdist varugur við reaktiónirnar hjá teim vaksnu, tá hann segði frá hesum søgum. Hetta hevur fylgt honum síðani. Hetta og tað, at Eyðun vaks upp í Havn í Rabarbukvarterinum - í grannalagnum hjá Reyða húsinum sum hann kallaði Sjónleikarhúsið - kom at ávirka hansara lívsleið. Eyðun tók eina avgerð um, hvat hann ætlaði sær við sínum lívi, og var hetta eitt val ið ikki var tað lættasta - hvørki tá hugsað var um framtíðar starvsmøguleikar ella at skula greiða øðrum frá hesi serstøku lívsleið síni innan leiklistina.
Tá Eyðun kom heim aftur til Føroya við nýggjari útbúgving innan leiklist, vóru tað ikki øll ið mettu hetta, at vera sjónleikari, sum eitt virðiligt arbeiði. Hetta lýsir Eyðun sera væl bæði í “Míni leikapetti” og ikki minni í pallsettu einrøðufrásøgn síni: “Eitt lív sum apukattur”. Hóast mótgang, mangt særandi orð, og snævurskygni ið neit, so var brennandi málið ongantíð slept; at menna føroyska leiklist til ein vinnuveg, so at onnur eisini fóru at nema sær útbúgvingar innan sjónleikarayrkið.
-
Eyðun nam sær sjónleikaraútbúgving á Kongaliga Teatrinum og Odense Teater í 1960. Hóast Eyðun nú ferðaðist í ríkum leiklistaumhvørvum uttanlands, brendi hann fyri føroyskari leiklist, og kom hann eisini aftur til Føroya eftir lokna útbúgving. Eyðun leikstjórnaði í Sjónleikarhúsinum, umframt at hann í 1961 eisini fór undir at skipa fyri trý ára sjónleikaraskeiðum hjá Havnar Sjónleikarfelag, har luttakararnir fingu prógv við skeiðslok. Eisini skipaði hann fyri smærri skeiðum hjá sjónleikarafeløgum kring landið, og høvdu hesi skeið alstóran týdning fyri menningina av sjónleiki í Føroyum.
Eftir at Eyðun hevði starvast sum fastur sjónleikari og leikstjóri á Aarhus Teater í 1970-’73, kom hann aftur til Føroya. Hesa ferð starvaðist hann sum sjónleikaráðgevi hjá leikbólkum kring landið, umframt at hann eisini leikstjórnaði, gjørdi pallmyndir og annað.
Í 1977 var hann ein av stovnarunum av yrkisleikbólkinum Grímu.
Í 1979 vóru aftur boð eftir Eyðuni úr Aarhus; hesaferð sum rektari á Sjónleikaraskúlanum við Aarhus Teater, har hann starvaðist til 1986.
Í 1997 heiðraði Statens Kunstfond Eyðuni við lívsvarðandi veiting, og í 2001 fekk hann Mentanarvirðisløn Landsins.
Í 2000 gekk leiðin aftur heim til Føroya. Hesa ferð var tað Leikpallur Føroya ið sendi boð eftir Eyðuni at taka við sum listarligur leiðari fyri Leikhúsið Grímu við tí endamáli at seta Tjóðpall Føroya á stovn.
Seinastu árini hevur Eyðun búðleikast niðri, men hevur hann tó verið fúsur at átaka sær arbeiðsuppgávur í Føroyum, tá boð hava verið eftir honum.
-
Øll árini hevur Eyðun - sum leikstjóri bæði í Føroyum og uttanlands - ríkað okkum og onnur við stórum og minniligum leikverkum; barnaleikum, klassikarum, nútímans leikverkum og ikki at gloyma tey nýskrivaðu føroysku leikverkini. Hesum seinastu brendi Eyðun serliga fyri, og legði hann nógva orku í at menna og seta tey á pall, tí: ongin tjóð uttan egin samtíðar leikverk.
Við øllum tí, Eyðun arbeiddi við, vóru vit tikin inn í annan heim við millum øðrum Glataðu spælimonnunum, Meðan vit bíða eftir Godot, Eitur nakað land Week-end, Per Gúnt, Havfrúnni, Lykke Per, Tóm rúm, Kravravnum, På sporet af den tabte tid og vit kundi hildið fram millum tey fleiri enn 120 leikverkini, Eyðun hevur leikstjórnað.
Í dag kunnu vit tó einans fegnast um tað tá serstøku avgerðina; at velja leiklistina til sína lívsleið, tí tað er einki at taka seg aftur í, at tað er Eyðun, ið hevur ment føroyska leiklist. Hann hevur ríkað okkum innan leiklistina og hevur ríkað alt Føroya fólk við upplivingum frá pallinum og útvarpstólinum. Har umframt hevði Eyðun ein týdningarmiklan leiklut í arbeiðinum at seta Tjóðpall Føroya á stovn við tí endamáli at byggja føroyingum eitt Tjóðleikhús.
Hóast Eyðun fór aftur til Danmarkar so var leiklistamenninigin í Føroyum altíð ein partur av honum, og tá vit fara at trína inn í nýggja Tjóðleikhúsið, eiga vit hava Eyðun við okkum í huganum, tí hetta er ikki minst honum at takka.
-
Sjálv minnist eg, at eg sum smágenta sat í Sjónleikarhúsinum og hugdi at leiki, ið Eyðun hevði sett á pall. Eg minnist hvussu trøllabundin eg var av tí, eg sá og hoyrdi, og løtan kendist ongantíð ov long - heldur ov stutt. Seinni var eg so heppin, at eg kom at arbeiða saman við Eyðuni, tá «Glataðu Spælimenninir» blivu settir á pall í Norðurlandahúsinum í 1993. Hetta var eitt gevandi samstarv ið var læruríkt á so mangan hátt. Tá Eyðun var biðin um at koma heim til Føroya at arbeiða hjá Leikpalli Føroya og Grímu við tí endamálið at vísa, at tað bar til at seta ein føroyskan Tjóðpall á stovn, var eg sera fegin og ikki minst errin av, at Eyðun ynskti at fáa meg við til tað arbeiðið.
Hesi árini, ið vit arbeiddu tætt saman, góvu mær sera nógv, ið eg komi at hava við mær restina av mínum lívi.
Takk fyri samstarvið, takk fyri vinalagið, takk fyri søgurnar, takk fyri løturnar og takk fyri tey hondskrivaðu brøvini - sum oftast við eini lítlari tekning.
Eyðun tók mangan til: Tað grør um gangandi fót
Nú eru fetini steðgað, men vit kunnu í dag - og vónandi í nógv ár framyvir - heysta av tí gróðri, hann sáddi.
Við takksemi
Tjóðpallur Føroya
Jenny C. Petersen
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 19. september 2023
--
Konfirmantar í Hoyvíkar kirkju, 16. sunnudagur eftir trinitatis 24. september, kl. 11
Prestur: Bergtórur Hjelm Bjarkhamar
Bjørt Kruse Johannesen, Millum Gilja 149. Konfirmatiónin verður hildin í KFUK, Varðagøta 9, frá kl. 17
Durita Sára Dahl Egilsnes, Djúpagilsvegur 36. Dagurin verður hildin í Kirkjukjallaranum í Hoyvíkar kirkju frá kl. 16
Hansina Eysturtún Mouritsen, Kristiansgøta 4. Opið hús frá kl. 17.
Hildur Tróndheim Johansen, Gortrugøta 5. Konfirmatiónin verður hildin í skúlaheiminum í Marknagili frá kl. 18.
Käthe Maria Dam, Karlamagnusarbreyt 37D. Konfirmatiónin verður hildin á maskinskúlanum, undir Krákugjóv 15, frá kl 17
Lilja Lenvig Harrysdóttir, Hákunargøta 16. Dagurin verður hildin heima frá kl 16
Lilja Skaalum Vilhelm, Niðaragøta 5. Opið hús frá kl. 17
Lív Berg á Lag, Hvítanesvegur 15. Konfirmatiónin verður hildin í Stoffalág 17 frá kl. 17
Tórunn Højgaard Weihe, Einarsgøta 6. Dagurin verður hildin heima frá kl. 16
Unnur Tróndheim Johansen, Gortrugøta 5. Konfirmatiónin verður hildin í skúlaheiminum í Marknagili frá kl. 18
Boas Ellefsen á Skipagøtu, Skraddaragøta 24. Opið hús frá kl. 17
Edvard Falkenberg, Maritugøta 93. Dagurin verður hildin í HB-húsinum frá kl. 16
Janus Arnold Ferjá Foged, Maritugøta 42. Konfirmatiónin verður hildin í Handverksdeplinum í Stoffalág 60 frá kl. 17
Jónas Rói Fossádal, Ægishædd 3, Tórshavn. Dagurin verður hildin saman við familju.
Liam David Welby, við Myllutjørn 45. Opið hús frá kl. 17
Lucas Philip Winther Johnsen, Hákunargøta 3. Dagurin verður hildin á Hotel Hafnia, Panorama, frá kl. 15
Mannbjørn Eysturtún Mouritsen, Kristiansgøta 4. Opið hús frá kl. 17
Poul Erik Svabo Fjallsbak, Huginsgøta 6. Dagurin verður hildin í Starvsfelagnum, J.H. Schrøtersgøta 9, frá kl. 16
Rókur Jacobsen, Jørundargøta 39. Dagurin verður hildin í kantinuni í Hoyvíkshøllini. Inngongdin er oman móti Vegnum langa.
Ørvur Mortensen, Faksagøta 12, Tórshavn. Opið hús verður í Odd Fellow húsinum frá kl. 17
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 18. september 2023
-
Sunnudagin verða hesi konfirmerað í Leirvíkar kirkju:
Búgvi Lervig, opið hús frá kl.14 í Víkingarhúsinum í Leirvík – uppi á Brekkum, við vøllin.
Joan Petursdóttir, opið hús heima, Eggjarvegur 17, Leirvík, frá kl 16.
Kaja Poulsdóttir Toftegaard, opið hús heima á Bjarnavegi 24, Fuglafjørður, frá kl.16.
Lea Petersen, opið hús heima á Nýggjagerði 2, Leirvík, frá kl.15.30.
Lenny Ábraham Diedhiou Gaardbo, opið hús í Leirvíkar missiónshús frá kl.17.
Noomi Hammer Abrahamsen, opið hús heima á Bjarnavegi 20 frá kl.17.
Sissal Bjarnadóttir Kallsgarð, veitslan verður hildin fyri innbodnum.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 19. september 2023
-
Ein konfirmantur verður konfirmeraður undir gudstænastuni í Kirkjubøar kirkju í morgin, sunnudagin 24. september klokkan 11. Prestur er Derhard Jógvansson:
Yrsa Halsdóttir Djurhuus, undir Borgarhálsi 34, Velbastað.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 18. september 2023
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald