Leygardagur 30. september 2023 | Nr. 39 | Árgangur 4 | Kr. 0,00
SíÐa 4
SíÐa 11
SíÐa 20
SíÐa 59
SíÐa 52
SíÐa 41
Nýggj útgáva hvønn leygarmorgun kl. 7
Fíggjarætlanin hjá landsstýrinum fyri komandi varð løgd fram í gjár. Politiska skjalið, sum skuldi vísa, at vit hava fingið eitt politiskt skifti eftir seinasta val. Sjálvandi varð beinanvegin hugt niður á botnlinjuna.
64 milliónir í halli.
Fyri einum ári síðani, tá Uni Rasmussen (minnast tit hann?) legði sítt fíggjarlógaruppskot fram, vísti tað eitt avlop. Tá var flent háðandi eftir niðastu linjuni. Avlop á 12 milliónir krónur í bestu fíggjarligu tíðum varð ikki hildið at vera nógv.
Nú kom so næsta bind í røðini. 76 milliónir krónur verri!
Tað munnu vera nógv, sum fyri bert góðum tíggju mánaðum síðani atkvøddu fyri einum av táverandi andstøðuflokkunum í vónini um, at betur skil fór at koma á, sum eru vónbrotin í dag.
Politikararnir, sum tá søgdu seg vita nógv betur enn hini hvussu landið skal stýrast, hava við fíggjarlógaruppskotinum prógvað, at tað gera tey ikki. Politikkur er raðfesting, og her hómast politisku raðfestingarnar ikki.
Tey eru bundin av egnum órealistiskum lyftum, og sita nú við skegginum í postkassanum og mugu ásanna, at tað eru ikki pengar til allar tær góðu ætlanirnar. Í hvussu so er ikki, um pengar skulu vera eftir í kistubotnin, eftirsum vit framvegis eru uppgangstíðum.
Og nú sita hini – tey sum nú eru koyrd í andstøðu – og háðandi mjarra, at tað vistu tey væl frammanundan fór at henda, tí nú eru tað tey, sum siga seg hava loysnina, hvussu landið eigur at stýrast.
Politiska skipanin hevur rent seg fasta. Vit – veljararnir – hava ikki longur nakað alternativ at velja ímillum. Báðir partar hava dumpað. Blokkpolitikkur riggar ikki!
Síðani Kaj Leo løgmaður fór undir sítt næsta skeið í 2011 hevur støðan verið statisk. Onki samstarv yvir miðjuni. Tú fært antin hesi ella hini, onki alternativ.
Onki av landsstýrunum hevur – hóast nógv hevur verið tosað og ávarað – fingið haldføri í búskapin. Politikararnir vilja heldur sleppa at geva, byggja og lova. Tey megna ikki at taka fatur á veruligu búskaparligu avbjóðingarnar, so sum at gera okkurt við vaksandi umsitingina og vaksandi almennu útreiðslurnar.
Tann einasta í sitandi landsstýri, sum vit hava hoyrt royna at haldi aftur, er landsstýriskvinnan við fíggjarmálum. Og tí kom tað so dátt við at hoyra hana í gjár skoyta yvir trupulleikarnar við vaksandi útreiðslunum, og bara tosa um “inntøkusíðuna”, um hvussu meira kann takast inn frá vinnuni umframt avgjøld av ymsum slag.
Og so lova skattalættar í sama andadrátti!
Fær tað til at ljóða, sum hon er sinnað at offra alt heilsuverkið við at senda sjúkrarøktarfrøðingarnar í verkfall, tí hon skal brúka restina av árinum at finna útav, hvussu lovaði skattalættin kann snikkast saman, so hann kann fáa gildi longu frá nýggjárinum.
Sáttmálin hjá sjúkrarøktarfrøðingunum gekk út farna nýggjár. Fyri níggju mánaðum síðani! Hví eru hesi tingini ikki komin upp á pláss? Sambært heimasíðuni hjá fíggjarmálaráðnum, eru tað bert tveir av 48 sáttmálum, sum fakfeløg hava við fíggjarmálaráðið, ið ikki eru gingnir út!
Sigur tað kanska eitt sindur um raðfestingarnar?
Uppskotið til fíggjarlóg vísir, at roknast kann við 64 milliónum krónum í halli komandi ár
Uppskotið til fíggjarlóg fyri 2024 vísir eitt hall á 64 milliónir krónur. Føroyski búskapurin er væl fyri, men átøk eru neyðug fyri at tálma útreiðsluvøkstrinum og økja inntøkurnar.
Landsstýriskvinnan við fíggjarmálum, Ruth Vang, legði fríggjadagin uppskot fyri Løgtingið um løgtingsfíggjarlóg fyri 2024.
Uppskotið til fíggjarlóg vísir, at roknast kann við 64 milliónum í halli komandi ár. Metingin í játtanarkørmunum í vár var annars 60 milliónir krónur í avlopi. Størstu orsakirnar til hallið eru lægri inntøkur frá tøkugjaldi enn mett, og at nógvar løguverkætlanir eru í gongd.
Samlaðu inntøkurnar frá skatti og avgjøldum næsta ár eru mettar til 7.221 milliónir krónur, og útreiðslumetingin er 7.285 milliónir. Av hesum eru rakstrarútreiðslurnar 6.553 milliónir krónur, og løgur og løgukendar útreiðslur eru 732 milliónir krónur.
Búskapurin er væl fyri
Búskaparvøksturin, sum seinastu árini hevur verið óvanliga høgur, væntast at hæsa av næstu 1-2 árini. Hetta er orsakað av teimum rembingum, sum hava verið av russisku innrásini í Ukraina, og sum hava havt við sær prísvøkstur og rentuhækkingar.
Fíggjarmálaráðið metir tó, at føroyski búskapurin er væl fyri at handfara eitt tíðarskeið við lægri búskaparvøkstri og møguligum halli. Arbeiðsloysið er lágt, arbeiðsmarknaðurin er væl fyri, og væntandi hækkar BTÚ 4-5 prosent í 2023 og 2024. Harafturat eru almenni og privati geirin ikki skuldarbundnir.
Størsta avbjóðingin í almenna búskapinum er vantandi haldførið, sum millum annað kemur av, at lutfallið millum arbeiðsstyrki og tal av eldri minkar. Skal tað almenna hava sama tænastustig frameftir, eru átøk bráðneyðug, sum kunnu betra javnvágina millum almennar inntøkur og útreiðslur.
Átøk
Landsstýrið setir tí fleiri átøk í verk. Eitt nú verður raksturin tillagaður við 30 milliónum krónum, sum svarar til 1 prosent av lønarútreiðslunum. Egingjaldið fyri heilivág hækkar, og arbeiðsgevarar skulu rinda ein størri part av sjúkradøgunum hjá starvsfólkunum. Tilsamans verða átøk framd fyri umleið 70 milliónir krónur. Aftrat hesum arbeiðir landsstýrið víðari við ætlanini at hækka pensjónsaldurin og fer eisini at hyggja nærri at skipanini við rentustuðli.
Av raðfestingum fyri 2024 kunnu nevnast, at KT-skipanir í sambandi við føroysku skattaskipanina skulu nútíðargerast, Kalsoyarferja verður fyrireikað, lønarlyft til starvsfólk á umsorganarøkinum, størri játtan til fólkaskúla og heilsuverk, ríkisveitingin lækkar, og ein føroysk náttúrufyrisiting verður stovnað.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 29. september 2023
Føroya Tele breyt kappingarlógina tá samtakið misbrúkti sína ráðandi marknaðarstøðu móti Tosa. Tað staðfestir Kappingarráðið
Kappingarráðið tók 24. juli 2023 avgerð um, at Føroya Tele hevur fram brot á kappingarlógina, tí samtakið brúkti eina prísklemmu móti kollsiglda telefelagnum Tosa.
Hetta var í sambandi við tingingar um eina sonevnda MVNO-avtalu, har tosa skuldi keypa seg inn á netið hjá Føroya Tele.
- Ein prísklemma í stríð við § 11, stk. 1 í kappingarlógini er t.d. tilstaðar, tá ein ráðandi fyritøka á einum heilsølumarknað setur sín heilsøluprís somikið høgt, at munurin millum heilsøluprís og smásøluprís verður somikið lítil, at kappingarneytar á smásølumarknaðinum kunna ikki kappast við ráðandi fyritøkuna innan smásølu, hóast at tær eru líka effektivar, skrivar Kappingarráðið.
Fyri at staðfesta hvørt eina líka effektivur kappingarneyti kundi kappast við FT Samskifti, við tí heilsøluprísi sum Tosa fekk bjóða, hevur Kappingareftirlitið kannað um FT Samskifti hevði klára seg við teimum prísum, sum teir bjóðaðu umboðum fyri Tosa. Niðurstøðan av hesi kanning varð, at tað hevði FT Samskifti ikki megnað.
Kappingarráðið hevur somuleiðis tikið avgerð um, at geva Føroya Tele (Pf. Telefonverkinum) boð um, at almannakungera eitt tilboð um Full-MVNO avtalu og eitt tilboð um Brand Reseller avtalu. Tilboðini skulu góðkennast av Kappingareftirlitinum, áðrenn tey verða almannakunngjørd. Tilboðini vera í gildið í tvey ár.
Ætlanin við hesum boðum er at lætta um hjá fyritøkum, sum ynskja inn á marknaðin. Partvís við at skapa gjøgnumskygni og partvís við lækka gáttina inn á marknaðin við einum standard tilboðið um Brand Reseller avtalu.
- Tá ein nýggj íverksetara fyritøka roynir at trína inn á marknaðin, er tað óheppið at ráðandi fyritøkan leggur forðingar fyri hesum, sigur Heri Joensen, formaður í Kappingarráðnum.
- Vónandi vil okkara avgerð og tey boð sum vit nú geva Føroya Tele hava við sær, at feløg sum hava í umbúna at trína inn á marknaðin, ikki setast aftur grundað á tað viðferð sum felagið Tosa fekk. Í øllum førum fara tey sum nú ætla at trína inn á marknaðin, at hava eitt betri útgangsstøði til at gera hetta, sigur formaðurin.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 26. september 2023
Tað loysti seg hjá løgregluni at fjala seg í einum vøruvogni mikudagin. Men slíkt gera vit bert í undantaksførum, sigur vaktleiðarin hjá løgregluni
Tað loysti seg hjá ferðsluløgregluni at fara til Fuglafjarðar mikudagin “in disguise” við at læna ein vøruvogn hjá ein byggifyritøku heldur enn at fara í egnum akfari við “politi” á síðuni.
Á Kambsdali varð ein bilførari tikin fyri at koyra 130 kilometrar um tíman, ein ferð, sum gevur treytaða frádøming av koyrikortinum. Og í Fuglafirði fekk løgreglan eisini “fatur á” fleiri ólógligum prutlum ella skutarum.
Á kunningarfundi við miðlarnar legði vaktleiðarin hjá løgregluni dent á, at tað er bert í undantaksførum, at løgreglan fjalir seg á hendan hátt, tá talan er um ferðslukanningar.
- Tað er hægst í einum føri út av 200, at vit fara út á henda hátt, altso at vit fjala okkum. Vanliga standa vit frítt frammi og gera ferðslukanningar, og við at vera sjónlig tænir tað eisini endamálinum, sum er at fáa ferðina niður hjá akførunum.
- Men tað eru element, sum vit ikki fáa fatur á, og sum vit ongantíð sleppa undan. Í gjár gjørdu vit tí eitt málrættað átak fyri at fáa fatur á slíkum elementum, segði vaktleiðarin.
Hann viðgongur, at bilførarin, ið var avdúkaður mikudagin var ein, sum løgreglan hevur fingið fráboðan um fleiri ferðir, men sum tað ikki hevur eydnast at avdúka fyri at koyra ov skjótt.
Somuleiðis er við ólógligu skutarunum, sum hava verið til ampa fyri fólk, men sum altíð eru burtur, tá løgreglan kemur á staðið.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 28. september 2023
Hesum boðaði Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar Fíggjarmálaráðnum frá hósdagin. Verkfallið rakar øll trý sjúkrahúsini
Nú hendir tað, sum hevur verið væntandi í nakrar vikur.
Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar boðaði hósdagin frá arbeiðssteðgi mánadagin klokkan 8. Hetta hendi eftir, at onki kom burturúr, tá samráðingirnar um seming vórðu tiknar upp aftur í vikuni.
Verkfallið er galdandi fyri allar sjúkrarøktarfrøðingar, deildarleiðarar/funktiónsleiðarar og varaleiðarar/toymisleiðarar frá mánadegi 2. oktober 2023 klokkan 8, ið arbeiða á niðanfyri standandi deildum:
Landssjúkrahúsið
• A2
• A3
• B5
• B6
• B7
• B8
• G1
• G4
• P40/PI
• P40/PA
Klaksvíkar Sjúkrahús:
• KS-3 seingjardeildin
Suðuroyar Sjúkrahús:
• Seingjardeildin
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 28. september 2023
Sjúkrarøktarfrøðingarnir kunnu vera í verkfalli í hálvt annað ár til tvey ár, sigur forkvinnan
Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar boðaði seinnapartin frá umfatandi verkfalli í sjúkrahúsverkinum frá mánadegnum 2. oktober klokkan átta.
Og nokk av pengum er at fara í verkfall við. Tað sigur forkvinnan við útvarpið.
- Vit hava ráð til at vera í verkfall leingi. Eg roknaði út at vit kunnu vera í verkfalli í 18 mánaðir til tvey ár, segði Óluva í Gong, forkvinna í Felagnum føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar, við útvarið.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 28. september 2023
Almanna- og mentamálaráðið, Almannaverkið og Frelsunarherurin hava saman tikið stig til at økja talið av plássum á Herberginum frá tveimum til átta
Landsstýriskvinnan við almanna- og mentamálum, Sirið Stenberg, hevur sett sær fyri, at ongin skal mangla song fyri náttina.
Seinastu tíðina er tað nógv ið bendir á, at heimloysi er vaksandi í Føroyum. Talið av herbergsplássum stendur ikki mát við tørvin, og hevur tað havt við sær, at fleiri sova úti um náttina, tí tey ikki hava tak yvir høvdið.
Fyri at loysa átrokandi tørvin hava Almanna- og mentamálaráðið, Almannaverkið og Frelsunarherurin saman tikið stig til at økja talið av plássum á Herberginum frá tveimum til átta.
Ásannandi at veturin er í nánd, og at tað er átrokandi at fáa gongd á hetta, er avgjørt at herbergisplássini vera tøk frá 1. oktobur í ár. Samstundis verður arbeitt við at gera nakrar tillagingar í bygninginum, ið fara at betra um umstøðurnar frá 1. novembur.
Við einum herbergsplássi fær ein í boði eina heita máltíð, tá ið komið verður, song fyri náttina og atgongd til brúsu og skiftiklæðir. Tá viðkomandi, ið fær innivist, skal vera úti úr kamarinum, er dagtilboðið á Herberginum opið. Dagtilboðið fevnir um hitastovu og døgurða. Ein sosialráðgevi frá Almannaverkinum er eisini javnan á Herberginum og kann hjálpa við ráðgeving og øðrum.
- Hetta er eitt øki, ið stendur mær nær, og tí eri eg sera fegin um, at tað er eydnast at finna eina loysn so skjótt í góðum samstarvi við Frelsunarherin og Almannaverkið. Vit mugu tó ásanna, at trupulleikarnir hjá heimleysum eru samansettir, og tí er hendan loysn bert eitt fyrsta stig á vegnum, sigur Sirið Stenberg, landsstýriskvinna.
Tað eru tríggir sjálvbodnir felagsskapir, sum í dag fáa stuðul til at veita serlig bútilboð til heimleys. Blái Krossur í Havn hevur sjey pláss, Umsorganarheimið Gloria í Klaksvík hevur átta pláss og Frelsunarherurin hevur 20 pláss á Herberginum í Havn. Av teimum í alt 35 plássunum eru í dag bert tvey herbergspláss, og eru hesi á Herberginum í Havn.
Við hesum átaki verður talið av herbergisplássum økt frá tveimum til átta.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 28. september 2023
Næsta ár verður mánaðarliga gjaldið 6.325 krónur
Stýrið fyri Arbeiðsmarknaðareftirlønargrunnin – stytt AMEG – hevur samtykt at hækka eftirlønina úr grunninum við 255 krónum um mánaðin frá 1. januar komandi.
Tað svarar til eina hækking á 4,2 prosent soleiðis, at eftirlønin fer frá 6.070 krónum um mánaðin í ár til 6.325 krónur um mánaðin í 2024. Samlaða eftirlønin komandi ár verður tí 75.900 krónur. Ásetingin er galdandi fyri árið 2024.
Tá grunnurin varð settur á stovn fyrst í nítiárunum, kallaðist hann Samhaldsfasti Arbeiðsmarknaðareftirlønargrunnurin, á mannamunni bara Samhaldsfasti. Nú verður styttingin AMEG meira brúkt.
Lógin um arbeiðsmarknaðareftirlønargrunnin ásetir, at stýrið fyri grunnin skal áseta útgjaldið í seinasta lagi 1. oktober fyri álmanakkaárið eftir. Í nevndini fyri grunnin sita Malan Johansen, forkvinna, Kristoffur Laksá, umboðandi arbeiðsgevararnar, og Georg F. Hansen, umboðandi arbeiðstakararnar.
Í 2022 vóru útgoldnar 648 milliónir krónur í eftirlønum úr AMEG, útgjaldið til eftirløn í 2023 er mett til umleið 675 milliónir og til 740 milliónir krónur í 2024.
Tá grunnurin byrjaði vóru mánaðarligu útgjaldingarnar 500 krónur. Síðan er útgjaldið hækka stútt, meira og minni á hvørjum ári til nú 6.070 og komandi ár 6.325 krónur um mánaðin.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 27. september 2023
Hetta merkir ein lætta fyri løntakarar á umleið 25 milliónir krónur um árið og ein avgjaldslætta fyri arbeiðsgevarar á 25 milliónir krónur
Landsstýrið fer at lækka ALS gjaldið frá 1. januar. Hetta merkir ein lætta fyri løntakarar á umleið 25 milliónir krónur um árið og ein avgjaldslætta fyri arbeiðsgevarar á 25 milliónir krónur.
Orsøkin til lækkingin er, at arbeiðsloysisskipanin er sera væl fyri fíggjarliga eftir fleiri ár við metlágum arbeiðsloysi.
Eginognin í ALS-grunninum væntast at verða umleið 1,25 milliardir krónur við árslok 2023, og grunnurin hevur sostatt nokk pengar at standa ímóti einum høgum arbeiðsloysi í nógv ár.
Um so skuldi verið, at arbeiðsloysið í Føroyum hækkaði til dømis til 5 prosent, hevði ALS kunnað útgoldið arbeiðsloysisstuðul í meira enn 25 ár.
Tí hevur landsstýrið tikið undir við tilmælinum frá ALS-stýrinum um at lækka ALS-gjaldið við 0,2 prosentstigum.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 29. september 2023
Talan var um eitt mistak tá eitt Hercules flogfar fleyg lágt yvir Nólsoyarfjørð og Skálafjørð 5. august
Manningin umborð á amerikanska Lockheed C-130 Hercules flogfarinum, sum seinnapartin 5. august fleyg lágt niðan gjøgnum Nólsoyarfjørð og inn gjøgnum Skálafjørð kendu ikki til kravið um, at boða frá slíkum flúgvingum frammanundan.
Hetta skrivar amerikanska sendistovan í Keypmannahavn í svari til fyrispurning frá Danmarks Radio. Danski miðilin viðgerð hendingina í grein á heimasíðuni í vikuni eftir at Sjúrður Skaale fólkatingslimur hevur spurt danska verjumálaráðharran um hendingina.
Jens Wenzel Kristoffersen, orlogskapteynur og hernaðargreinari á Keypmannahavnar Universiteti, Esben Salling Larsen, majorur og greinari hjá verjumálaráðnum og Hans Peter Michaelsen, sum arbeiðir sjálvstøðugt, meta eisini, at talan má hava verið um gloymsku.
Teir vísa á, at talan ikki er um brot á danskt loftrúm, tí flogfør hjá Nato-londunum hava standandi loyvi til at flúgva inni í loftrúminum hjá hvørjum øðrum.
Sjúrður Skaale, sum setti fram spurningin á fólkatingi, sigur sambært dr.dk, at hendingin ikki er tann stóri trupulleikin, men dugir ikki at síggja nakra orsøk til at ræða fólkið í Føroyum við ikki at kunna myndugleikarnar um, hvad hendir beint uppi yvir høvdinum á teimum. Føroyingar eiga at verða fráboðaðir, tá slíkt hendir, sigur føroyski fólkatingslimurin.
Danmarks Radio hevur send spurningin víðari til amerikansku sendistovuna í Keypmannahavn, sum svarar soleiðis í skrivligum svari:
- Amerikansk hernaðarflogfør stremba eftir at fylgja øllum reglum frá donsku stjórnini, tá flogið verður í loftrúminum hjá Kongsríkinum Danmark. Tey, ið framdu flúgvingina herfyri, misskiltu eitt krav um at geva boð frammanundan, og hava fingið nágreinað leiðbeining eftirfylgjandi.
Tað er heldur ikki eydnast DR at fáa uppspurt, hvat endamálið var við flúgvingini yvir Nólsoyarfirði og Skálafjørðinum 5. august.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 26. september 2023
Sannlíkt er, at smittan kemur frá villum fugli, og tí verður heitt á fólk sum hava heimafugl, at vera serliga ansin
Heilsufrøðiliga starvsstovan hevur staðfest fuglakrím hjá heimafugli á Eiði.
Fráboðanin kom týskvøldið, og farið varð á staðið. Har vóru høsn, sum vóru í høsnarhúsi við girðing rundan um og dunnur, sum vóru í girðing tætt við. Flestu av hønunum og ein dunna vóru deyð innanfyri tveir dagar.
Tað, sum er eftir av hønum og dunnum verður avlívað og burturbeint. Tað er ikki endaliga staðfest, hvat slag av fuglakrím, talan er um, men sannlíkt er ikki talan um HPAI H5N1, sum hevur herjað í Evropa seinastu árini, men um HPAI H5N5, sum hevur verið ávíst av og á, m.a. hjá villfugli í Norðurnoregi og Finnlandi.
Av tí, at tað er sannlíkt, at smittan kemur frá villum fugli, verður heitt á fólk, sum hava heimafugl, um at vera serliga ansin.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 29. september 2023
Feilur er staðfestur í tveimum avgreiðslum í Mylnuni á Berjabrekku. Feilurin hevur havt við sær at kassatólið hevur talt ov nógv
Á sosialum miðlum var í vikuni nógv kjak um feil í kvittanum hjá Mylnuni í Berjabrekku í Havn.
Dømi eru um, at fólk hava rindað 191 krónur tá rætta upphæddin var 141 krónur.
Mylnan váttar nú feilin, og harmast og sigur at feilurin er staðfestur í tveimum avgreiðslum í einum kassatóli.
- Okkara starvsfólk hava arbeitt við málinum í nátt, og hava sent feilin víðari til okkara veitara. Vit hava funnið feilin í tveimum avgreiðslum, har samanteljingin av upphæddini í avgreiðsluni hevur verið skeiv. Feilurin er íkomin, tá vit hava afturført eina vøru í avgreiðsluni. Talan er um ein tekniskan feil og er bert hendur á tí eina kassatólinum hjá Mylnuni á Berjabrekku, boðaði Mylnan frá mikudagin.
Veitarin av kassaskipanini, sum hevur umleið 12.000 av somu kassakipan virknar í fleiri londum, hevur fingið feilboðini, og feilurin verður rættaður.
- Vit eru sera hørm um støðuna, og góðtaka ikki, at tílíkur feilur kemur fyri. Vit biðja kundar okkara um umbering og fara sjálvsagt at tryggja, at hesin feilurin ikki hendir aftur, sigur Mylnan.
---
(Skíggjamynd frá Facebook)
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 27. september 2023
Fiskifrøðingar á Havstovuni vísa á, at toskurin, sum nú fæst í nógv størri nøgdum á Føroyabanka ikki er komin uttanífrá, men hevur allatíðina verið á bankanum, har toskaslagið hevur heilt serligar eginleikar
Toskurin, sum nú fæst í størri mongdum á Føroyabanka, er ikki komin úttanífrá.
Hetta er niðurstøðan í eini frágreiðing, sum Havstovan kunngerð í dag. Spurningur hevur verið settur hvaðani toskurin mann vera komin, nú tað knappliga aftur er nógvur toskur at fáa eftir at økið hevur verið stongt fyri vinnuligari veiðu frá 2008 og 12 ár fram.
Niðurstøðan hjá fiskifrøðingunum á Havstovuni er, at toskurin alla tíðina hevur verið á Føroyabanka.
Henda niðurstøða er gjørd millum annað út frá, at tað ongantíð er hent, at ein merktur toskur av landgrunninum er fingin á Føroyabanka, og tað undirbyggir niðurstøðuna um, at toskurin sostatt ikki flytir millum landgrunnin og bankan.
Ein annar spurningur er, hvussu tað ber til, at skip og bátar næstan ongan tosk fáast tá roynt verður á Føroyabanka.
Havstovan greiður frá, at toskurin á bankanum er eitt serligt og øðrvísi slag enn tann toskur, sum livir á føroyska landgrunninum.
Veksur nógv skjótari
Ein stórur munur millum sløgini er tann, at bankatoskurin veksur nógv skjótari enn landgrunstoskurin. Ein toskur á Føroyabanka er longu 80 sentimetrar langur í miðal og vigar 8 kilo tá hann er fýra ára gamal. Á landgrunninum er tann fýra ára gamli toskurin í miðal 60 sentimetrar og vigar 2,3 kilo, skrivar Havstovan.
Tað er vanlig vitan, at toskayngul verður etið av øðrum fiskum, eisini toski. Á landgrunninum hevur ungi toskurin taraskóg at fjala seg í, men henda møguleikan hevur bankatoskurin ikki.
Hetta kann vera orsøkin, at tað á Føroyabanka er framkomin eitt egið toskaslag, sum veksur nógv skjótari tey fyrstu árini, enn onnur sløg av toski gera.
Regluligar yvirlitstrolingar
Rannsóknarskipini hjá Havstovuni hava í nógv ár gjørt regluligar yvirlitstrolingar á vári og heysti á Føroyabanka. Í 2004 varð staðfest, at nøgdin, ið fingin varð á bankanum var sera lítil, og í 2008 vóru politisk stig tikin til at friða Føroyabanka fyri at bjarga toskastovnin har.
Á yvirlitstrolingunum síðan hevur stórur toskur verið at fáa, men í lítlum tali. Ikki fyrr enn fyri fýra árum vóru nøgdir at fáa, sum líktist teimum frá áðrenn 2004.
Í 2021 varð bankin so latin uppaftur fyri avmarkaðari vinnuligari veiðu.
Meira er at lesa og síggja á heimasíðuni hjá Havstovuni
Kokkarnir fagna bankatoskinum
Føroyskir kokkar, matkennarar og matelskarar hava í fleiri ár fagnað toskinum av Føroyabanka sum nakað heilt serligt, eisini tá tað kemur til smakk og eginleikar, og á hvørjum ári hava matstovurnar í Gongini í Havn og stundum eisini aðrar, skipað fyri serligum bankakvøldum í samband við at matstovurnar hava keypt burtur av veiðuni, tá Magnus Heinason og nú Jákup Sverri hava verið úti á sínum regluligu yvirlitstrolingum.
Herundir nakrar myndir úr myndagoymsluni:
Kokkarnir Janus Einar Sørensen og Teitur Christensen kanna vøruna
(Mynd: Jógvan S. Rasmussen)
Grillaður uggi av bankatoski og høgguslokkur (Mynd: Birgir Kruse)
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 26. september 2023
Pelagia hevur stórt virksemi í Noregi, men hevur eisini virki í Bretlandi, Írlandi, Danmark og í Ukraina
Ætlanir eru um at byggja stórt uppsjóvarvirki í Vági, og sum skilst er stór pelagisk fyritøka uppi í leikinum.
Keldur sum Fiskur.fo hevur tosað við siga, at talan skal vera um norska Pelagia, sum hevur virksemi í fleiri londum í Norðurevropa.
Eisini keldur hjá Dimmalætting vita, at talan eru um norska uppsjóvarrisan, Pelagia. Eisini verður upplýst at føroysk feløg eru við í ætlanini.
Pelagia hevur virkir í Noregi, Danmark, Skotlandi, Onglandi, Hetlandi og í Írlandi.
Bjarni Johansen, borgarstjóri í Vági, segði við Portalin hósdagin, at ætlanin hjá stigtakarunum er at byggja eitt virki upp á 4000 fermetrar við møguleikum at byggja út við 1000 fermetrum afturat.
Virkið skal eftir ætlan vera eystan fyri núverandi vinnuøki á Oyrunum, har sum marghøllin er.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 29. september 2023
Stigtakararnir hava fingið ávíst eitt stykki eystan fyri núverandi ídnaðarøki á Oyrunum
Ætlanir eru um at byggja stórt uppsjóvarvirki í Vági. Á fundi mikukvøldið samtykti Vágs býráð at vísa teimum áhugaðu á eitt øki innan eystan fyri núverandi vinnuøki á Oyrunum, og nú verður við spenningi bíða á kommunuskrivstovuni um ein umsókn umbyggiloyvi fer at koma.
Tað sigur Bjarni Johansen, borgarstjóri í Vági.
Hann hevur í løtuni ikki møguleika fyri at siga, hvørji fólkini aftan fyri ætlanina eru.
- Tað var tíðliga í summar, at fólk vendu sær til okkara og spurdu um møguleikan fyri at byggja eitt pelagiskt virki í Vági. Tað hendi ikki so nógv meira enn, at vit vóru kunnað um ætlanina, og tey fingu at vita, at vit vóru áhugað í at hoyra meira um ætlanirnar, greiðir borgarstjórin frá.
- Í august vórðu so nakrar fyribils skitsutekningar vístar fram fyri kommununi, og býráðið varð kunnað um hetta á býráðsfundinum, sum var hildin 28. august.
- Eftir tað er ikki hent so nógv meira enn, at samskifti hevur verið við okkara teknisku deild viðvíkjandi møguligari havnaútbygging. 12 september vendu tey so aftur til okkara fyri at vísa skitsurnar, sum nú var vorðnar meira konkretar, fram. Ætlanin hjá teimum er at byggja eitt virki upp á 4.000 fermetrar við møguleikum fyri at byggja út við 1.000 fermetrum afturat.
Bjarni Johansen, borgarstjóri í Vágs kommunu (Savnsmynd)
- Býráðið viðgjørdi hetta á fundinum í gjárkvøldið (mikukvøldið, -red.), og her samdist býráðið um at vísa teimum áhugaðu á økið innan fyri verandi vinnuøki, har ríkir møguleikar fyri at byggja virkir av hesum slag, greiðir Bjarni Johansen frá.
Han sigur, at skal eitt virki koma her, so skal nakað av spreinging til og nýggjur bryggjukantur gerast, men hvør skal standa fyri hesum arbeiðinum, eru partarnir ikki komnir til enn.
- Tað verður helst ein partur av samráðingunum, sigur borgarstjórin, sum er sera spentur upp á ætlanirnar.
- Hetta virki kann fáa stóran týdning fyri Vág, tí tað við tíðini fer at skapa arbeiðspláss. Eitt slíkt virki gevur eisini ringvirkningar í býnum. Bara tað, at tað koma skip inn at landa, gevur arbeiðsuppgávur til atknýtta vinnu, vísir Bjarni Johansen á.
Ætlanin er at nýggja virkið í Vági skal kunna taka ímóti 2.000 av uppsjóvarfiski um samdøgrið.
Nú verður so bíðað eftir næsta leiki frá teimum, sum ætla at byggja virkið. Bjarni Johansen ger vart við, at ongin umsókn um byggiloyvi er komin enn.
Í Vági hava søgur gingið um hesar ætlanirnar, og at talan skal vera um at byggja á økið, har Marghøllin var til hon var rakt av stormskaða síðsta vetur.
Bjarni Johansen váttar, at upprunaliga varð spurt um økið har marghøllin er, men av tí at kommunan longu tá arbeiddi við at fáa høllina reista aftur, varð ongantíð tosa meira um tað sum ein møguleika.
- Vit vildu heldur vísa teimum á annað øki, og vinnulívsfólkini gjørdu eisini beinanvegin greitt, at tey ynsktu at vera ein viðspælar, og tí hevur ongantíð verið upp á tal at byggja har. Býráðið hevur samtykt at byggja marghøllina uppaftur, og tað hevur ongantíð verið nøkur ætlan um at broyta ta avgerðina, sigur Bjarni Johansen.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 28. september 2023
ICES mælir til 24 prosent minni veiðu av norðhavssild
ICES tilmælini fyri uppsjóvarfisk í 2024 eru komin, og mest loyvda veiða í 2024 lækkar munnandi fyri norðhavssild og nakað fyri makrel, men hækkar nakað fyri svartkjaft.
Tilmælið fyri makrel er 739.386 tons fyri 2024, sum er ein lækking á 5 prosent í mun til í ár.
Tilmælið fyri norðhavssild er 390.010 tons fyri 2024, sum er ein lækking á 24 prosent í mun til í ár. Gýtingarstovnurin hevur verið í støðugari minking frá 2008 til 2020, men góði 2016-árgangurin hevði við sær, at gýtingarstovnurin kvinkaði eitt vet uppeftir í fyrrárið. Hann hevur verið á saman støði í fjør, men er minkaður aftur í ár, og væntast eisini at minka komandi ár.
Fyri svartkjaft er tilmælið 1.529.754 tons fyri 2024, sum er ein hækking á 12,5 prosent í mun til tilmælið í ár.
Talvan niðanfyri vísir ICES tilmælini um mest loyvdu burðardyggu veiðu (tons) fyri makrel, svartkjaft og norðhavssild í 2024 og broytingarnar frá 2023 til 2024.
Talva: ICES-tilmæli fyri uppsjóvarfisk 2024
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 29. september 2023
Hóast tillagingar eru gjørdar í heimaflotanum, og nýggjari skip eru komin í flotan, so eru eingir nýbygningar bygdir til heimaflotan síðan 2007
Faroe Origin hevur skrivað undir sáttmála um bygging av tveimum nýggjum trolararum til heimaflotan. Teir verða lidnir í 2026.
Men tað er langt síðani, at føroyingar seinast bygdu nýtt til heimaflotan. Seinastu nýbygningarnir, sum eru skrásettir í heimaflotanum eru partrolararnir Heykur og Falkur, sum eru bygdir í Spania í 2007.
Tað var samtakið Faroe Seafood, sum læt parið byggja í Spania. Faroe Seafood hevði fimm ár frammanundan bygt parið Stelk og Bak, sum eisini eru bygdir í Spania.
Í tíðarskeiðnum millum hesi bæði pørini, lat leirvíkingurin Osmund Justinussen partrolararnar Polarhav og Stjørnuna byggja í Íslandi.
Nýggir trolbátar komu fyrstu í hesi øldini
Umframt partrolarar, so tóku vinnulívsfólk stig til at endurnýggja nakrar trolbátar, sum komu í flotan úr Íslandi fyrst í hesari øldini.
Kjartan Joensen lat í 2002 Norðleiv byggja. Umframt Norðleiv, so lótu aðrir leirvíkingar Fríðborg byggja og fólk í Hattarvík Dýrindal byggja. Hesir tríggir vóru allir systurskip.
Dýrindal sum nýbygningur (Savnsmynd: Skipalistin)
Árið eftir keypti Bjarti Mohr línubátin Sigurð Einar úr Íslandi, sum fekk navnið Hvítabjørn. Talan var um sama slag skrokk sum omanfyrinevndu trolbátar, tó at hesin var línubátur. Í dag er Norðleivur umbygdur til línubát, og kallast Fiskivarði, og Hvítabjørn kallast Anru.
Í 2003 komu tveir trolbátar, sum vóru ein størri útgáva av Norðleivi, Dýrindali og Fríðborg. Hesir størru trolbátarnir fingu nøvnini Sæborg og Gáshøvdi, sum avloystu tveir eldri trolbátar við somu nøvnum.
Gáshøvdi fekk seinni nøvnini Gáshólmur og Gorm, og varð seldur til Ný Sæland í 2009.
Sæborg bleiv seinni seld, og kallast í dag Jens Leon.
Norðleivur kallast í dag Fiskivarði, Fríðborg hevur havt nøvnini Birtingur, Bjørn, og kallast nú aftur Fríðborg. Dýrindal hevur havt somu nøvn øll árini, men hevur tó skift heimstað og eigarar síðan báturin bleiv bygdur til Føroyar.
Nakrir valdu at byggja nýtt í Føroyum
Meðan fleiri valdu at byggja nýggj skip í Íslandi fyrst í hesari øldini, valdu nakrir at byggja nýtt í Føroyum.
Stórur hátíðardámur var á Havnini í september í 2004 tá ið Tórshavnar skipasmiðja (nú Mest, red.) handaði trolbátarnar Hansu Mariu og Skálafoss til eigararnar. Talan var um systurskip, og hesir skuldu avloysa tveir eldri trolbátar. Hansa Maria fekk heimastað á Toftum, og Skálafossur í Vestmanna.
Hansa Maria kallast í dag Sigatindur og hevur heimstað í Leirvík.
Í 2007 kom enn eitt systurskip til hesar báðar omanfyrinevndu, sum fekk navnið Fiskaklettur, sum avloysti ein eldri trolbát við sama navnið.
Fiskaklettur er bygdur á Tórshavnar Skipasmiðju í 2007, og er systurskip til Sigatind (fyrr Hansu Mariu) og Skálafoss (Savnsmynd: Kiran Jóanesarson)
Línuflotin endurnýggjar seg - keypa nýggjari, men brúkt skip
í 2005 kom Jógvan Norði, og síðani eru nógv frystilínuskip komin aftrat í føroyska flotan.
Nú bleiv lættari at fiska á fjarleiðum, og manningin fekk eisini munandi betri umbstøður umborð. Hóast vit hava havt fleiri frystulínuskip í flotanum áðrenn Jógvan Norði kom í flotan, so var tað ikki fyrr enn Jógvan Norði kom, at tað av álvara bleiv arbeitt við at frysta veiðuna umborð.
Jógvan Norði kom í føroyska flotan í 2005, og var frysta skipið í nýggjari tíð, sum av álvara fór í gongd við at frysta veiðuna umborð. (Mynd: Nes Kommuna)
Seinni fekk Jógvan Norði nýggjar eigarar og navnið Kambur. Skipið er seinni selt til Vestmannar og kallast nú Vesturhavið. Sama er galdandi fyri undanfarna Klakk.
Nýggi Klakkur er keyptur í 2019, og avloysti eitt frystiulínuskip við sama navnið, sum í dag kallast Jákup B.
Seinni eru skipini Eivind, Pison, Sandshavið, Jógvan I, Stapin og Klakkur.
Eisini er ein nýggjari og størri Kambur komin í flotan.
Sørvingar keypa lítið brúktan trolara
Í 2022 keypti sørvingurin Tummas Henriksen saman við øðrum trolaran Aalskere, sum er bygdur í Danmark í 2019. Skipið varð bygt til Orknoyar og selt, av tí at kvoturnar minkaðu munandi hjá undanfarnu eigarunum.
Skipið bleiv seinni dagført, longt og málað, soleiðis at trolarin var betri egnaður til fiskiskapin í Føroyum.
Nýggi Vesturvarði (Savnsmynd: Gorm Niclasen)
Vesturvarði er komin í flotan fyri djúphavstrolaran Suðring, sum er bygdur í 1977 á Skálaskipasmiðju.
Surðingur varð fyrst í hesum árinum seldur til upphøggingar á Skála.
Fyrstu nýbygningarnir til heimaflotan í 16 ár
Tað vóru hugagóð tíðindir at lesa, tá ið tað týsdagin í undanfarnu viku bleiv sent út tíðindaskriv frá Faroe Origin, um at felagið hevði undirskrivað sáttmála við Karstensens skipasmiðjuna í skagen, um bygging av tveimum trolarum, sum eru útgjørdir til at partrola, og fiska einsamallir.
Felagið seldi trolararnar Rók og Lerk av landinum í november 2021, og fekk tá tvey ára tilsøgn um at flyta veiðuloyvini á onnur skip.
Miðvíst arbeiðið er gjørt fyri at finna hóskandi skip til virksemi hjá Faroe Origin. Ein arbeiðsbólkur hevur í longri tíð arbeitt við ymiskum loysnum og kanna hvørjir møguleikar eru. Niðurstøðan hjá arbeiðsbólkinum var at byggja nýtt.
Skipini kunnu trola við lemmum ella sum partrolarar. Tey koma at hava møguleika at trola við tveimum trolum ella einum troli.
Tað er gjørt nógv burtur úr av fáa so góða góðsku sum gjørligt burtur úr fiskinum, sum verður veiddur.
Skipini verða útgjørd við góðari køling og hagreiðingin av veiðuni skal geva møguleika til bestu góðsku.
Møguleiki er fyri at nýta skipini sum ísfiskaskip, har fiskurin verður goymdur í kørum við krapaísi eins og møguleiki er fyri at avhøvda, støddarskilja og frysta veiðuna umborð.
Lastin kann sostatt brúkast antin sum frystilast ella til køling. Ætlanin er at øll veiða skal førast til lands.
Tí er verksmiðjan gjørd til framleiðslu og goymslu av súrløgu, sum ætlanin er at framleiða burtur úr høvdum, innvølum o.ø. Hugsa er eisini um umhvørvi – skipini eru sniðgivin so tey hava so lítla ávirkan á umhvørvi sum møguligt og harvið veiða burðardygt.
Tey hava lutfalsliga stór skrúvubløð og snúningstalið á skrúvuni er lágt. Skipini lúka øll nútímans krøv til útlát og larm. Manningin fær allar nútímans hentleikar. Nýggju tíðirnar stilla størri krøv til manningarviðurskiftini og hesi verða uppfylt við hesum nýbygningum.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 23. september 2023
JFK Trol yvirtók í vikuni Gadus á skipasmiðjuni Tersan í Turkalandi. Kostnaðurin liggur um 450 milliónir krónur
JFK Trol yvirtók hósmorgunin nýggja trolaran, Gadus, á skipasmiðjuni Tersan í Turkalandi.
Ætlandi leggur skipið leiðina móti Føroyum í komandi viku.
Við yvirtøkuni av Gadus er allur Barentshavsflotin útskiftur, og tað er eitt nýbrot, at framyvir verður alt tikið í land. Hetta fer at hava við sær munandi virðisøking og betri úrtøku.
Gadus er gjørdur at møta teimum avbjóðingum, sum fiskivinnan setir í dag og árini frameftir.
Høvuðsmotorurin er tann nýggjasti og grønasti hjá Wartsila. Hann er 9.950 HK og tann nýggjasti “W31” hjá Wartsila og tann mest orkusparandi av medium speed motorunum. Skipið er eisini útgjørt við einum katalysatori, soleiðis útlátið av co2 verður minkað mest møguligt. Hjálpimotorarnir eru av slagnum Yanmar, sum eisini hava katalysatorar fyri at minkað um CO2 útlátið.
Atlit eru eisini tikin til larm, tá skipið er í havn. Gadus hevur møguleika fyri landstreymi, soleiðis at alt arbeiði umborð kann gerast við landsstreymi, tá skipið liggur við bryggju.
Skipið hevur el spøl frá Brattvåg/Kongsberg. Eisini tey gera skipið grønari.
Nógv er gjørt fyri trivnaðin hjá manningini. Umborð er fitnessrúm, sauna, hitapottur og kykmyndarúm. Øll manningin hevur einakamar og íalt eru 32 kømur pluss eitt sjúkrakamar.
Nýggi Gadus er 88,1 metrar langur og 18,3 metrar breiður. Skipið lastar um 1.200 tons av frystum fiski á plattum, 350 tons av fiskamjøli og umleið 120 tons av lýsi.
Kostnaðurin fyri skipið fer at liggja um 450 milliónir krónur.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 28. september 2023
Tað bleiv flutningsfyritøkan Navigare, sum varð kosin til ársins virki á Vinnudegnum í gjár
Talan er um eina gamla og vælrikna føroyska flutningsfyritøku, sum fylgir tíðini og hevur sett kós móti tí grøna rákinum og sum eitt hitt fyrsta reiðaríið í heiminum, hevur tikið stig til at byggja útlátsfrí skip, ið skulu sigla uppá ammoniak ístaðin fyri diesel tungolju.
Undir handanini av heiðurslønini takkaði stjórin í felagnum og segði, at fyritøkan hevur tikið grøna rákið til sín og fer at gera tað víðari eisini.
Navigare Shipping eigur og rekur 13 skip- og leigar harafturat tvey skip. Skipini sigla mest í norðara partinum av Evropa. Fyritøkan hevur umleið 195 fólk í starvi, mest føroyingar, men eisini nakrar útlendingar.
Høvuðsskrivstovan liggur í Runavík, har 15 fólk starvast. Logistikk deildirnar liggja í Flekkefjord í Noregi, har átta fólk starvast og í Glasgow í Skotlandi, har starvast tvey fólk.
- Vit stremba altíð eftir at hava væl virkandi og trygg skip. Hetta ger, at vit kunnu veita vøruna til kundan til avtalaðu tíð.
- Okkara starvsfólk eru okkara høvuðstilfeingi, saman við okkara skipum, bygningum, v.m.
- Vit miða ímóti at geva okkara starvsfólki teir bestu karmarnar, sum til ber stendur at lesa á heimasíðuni hjá Navigare.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 29. september 2023
Hetta hendi á Vinnudegnum í Norðurlandahúsinum í gjár
Tað var grøna orkuskiftið, sum stóð ovast á breddanum, tá ársins vinnuátak varð valt á Vinnudegnum í gjár. Og tað er ein føroysk grøn loysn, sum fekk heiðurin.
Talan er um eina eldsløkkingarskipan í sambandi við at søkkja eldin á battaríum, sum verða brúkt í elbilum og aðrastaðni.
Maðurin, sum varð heiðraður fyri hesa skipanina, er eingin mætari enn vinnulívsmaðurin Tummas Justinussen, nevndarformaður í Smyril Line, sum er upphavsmaður til hesa kolveltandi skipan, Battery Briner, ið longu hevur fingið nógva umrøðu í útheiminum eisini sum ein háttur at kunna sløkkja eld m.a. í elbilum.
Eitt stúgvandi fult Norðurlandahús til ársins vinnudag (Mynd: Jan Müller)
Vinnuátakið verður latið virki ella persóni, sum hevur gjørt eitt serligt átak, ið kann gagna vinnuligum framburði – við serligum atliti til bæði búskaparliga, umhvørvisliga og sosiala burðardygd. Talan kann vera um einstakt átak, men kann eisini vera arbeiði, sum er gjørt í longri tíð.
Dómsnevnd, sett av Føroya Arbeiðsgevarafelagi, kjósar ársins vinnuátak. Fyri at fáa so nógv uppskot sum gjørligt at velja millum, hava allir limir í Føroya Arbeiðsgevarafelag fingið møguleika at skjóta upp átøk, sum hava uppiborðið heiðurin. Tað er tó dómsnevndin, sum einsamøll hevur gjørt av, hvat átak hevur uppiborðið heiðurin sum Vinnuátakið 2023.
Grundgevingin hjá dómsnevndini, sum varð lisin upp á vinnudegnum fyrr í dag, sæst her.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 29. september 2023
Umhvørvisstovan hevur góðkent, at skipasmiðjan ger eina nýggja turrdokk á Skála
Góðkenningin av komandi turrdokkini á Skála hevur heimild í § 21 í løgtingslóg um verju av havumhvørvinum. Góðkenningin er grundað á eina umhvørvisárinsmeting fyri samlaða virksemið hjá MEST á Skála, bæði núverandi virksemi og virksemið, tá nýggja turrdokkin er tikin í brúk.
Í umhvørvisárinsmetingini er verkætlanin og virksemið lýst, og mett er um ta ávirkan á náttúru og umhvørvi, sum kann væntast av ætlanini, bæði í sambandi við bygging og rakstur.
Nýggja dokkin verður 150 metrar long, 33 metrar breið og 12 metrar djúp á gáttini. Dýpið minkar inn og frameftir í dokkina, so tað innast er 9 metrar.
Virksemið er ný- og umbygging, umvælingar og viðlíkahald av skipum og flótandi eindum, sum liggja við bryggju, eru tikin í dokk ella tikin upp á beding.
Talan er um bæði stál- og timburskip og aðrar flótandi eindir, t.d. fóðurflakar o.a. Maskineindir og -lutir verða umvældir umborð á skipum og á mekaniska verkstaðnum. Virksemið er harafturat tilevning og umvæling av stáleindum á landi, eins og søla av evnum og tilfari.
Nýggja dokkin gevur møguleikar fyri at veita tænastur til øll tey føroysku skipini, tó ikki Norrønu, samstundis sum tað fer at betra um møguleikarnar hjá MEST at bjóða seg fram í altjóða høpi.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 28. september 2023
1. juni 2024 verður málsøkið sjóuppmerking og vitaverk yvirtikið. Føroyskir myndugleikar taka við hesum við ábyrgdini av 24 vitum
1. juni 2024 verður málsøkið sjóuppmerking og vitaverk yvirtikið.
Føroyskir myndugleikar taka við hesum við ábyrgdini av 24 vitum, sum verða riknir frá gomlu Loranstøðini á Eiði. Yvirtøkan fevnir haraafturat um onnur sjómerki, starvsfólk, rakstrarúgerð, sum er knýtt at vitunum, og rakstrarútgerð í DGPS-støðini á Bøllureyni.
Somuleiðis yvirtaka føroyskir myndugleikar ábyrgd av avtalum, samstarvi, sum Søfartsstyrelsen í dag hevur við m.a. Arktisk Kommando, MRCC og Landsverk. Landið yvirtekur samstundis ábyrgdina av teimum uppgávum, sum avtalurnar fevna um. Nýggju uppgávurnar verða frameftir skipaðar í Sjóvinnustýrinum, tó í samstarvi við ymiskar aðrar føroyskar myndugleikar.
Árligi rakstrarkostnaðurin er áleið fýra milliónir kr.
Í 2024 er játtanin 2,35 milliónir krónur og í 2025 er játtanin framskrivað fyri fult ár, til 4,57 milliónir krónur.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 29. september 2023
Í ár eru tríggjar milliónir játtaðar til kanningar og fyrireikingar, og ætlanin er eisini at brúka tríggjar milliónir næsta ár
Landsstýrið hevur sett sær fyri at endurnýggja strandfaraskipini, og nú er gongd sett á fyrireikingarnar av nýggjum skipi at sigla millum Kalsoynna og Klaksvík. Í ár eru 3 milliónir krónur játtaðar til at gera kanningar og fyrireikingar, og ætlanin er at brúka aðrar 3 milliónir í 2024.
Ætlanin er, at allar fyrireikingar, projektering, verklagslóg og útbjóðing, verða gjørdar í 2024, soleiðis at kjølurin til nýggja Kalsoyarskipið kann strekkjast fyrst í 2025, sigur Dennis Holm, landsstýrismaður.
- Tað er okkara skylda at tryggja, at fólk kunnu búgva, virka, arbeiða og ferðast í øllum landinum undir nøkulunda javnbjóðis treytum, og fyri nógv fólk hava strandfaraskipini avgerandi týdning. Tí skulu nýggj skip byggjast, samstundis sum landsstýrið arbeiðir miðvíst við at økja um túratalið, sigur Dennis Holm, landsstýrismaður.
Væntandi fer tað at taka eini tvey ár at byggja nýggja Kalsoyarskipið.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 29. september 2023
Ferian skal eftir ætlan verða í viku sjey á hvørjum ári, og vera galdandi í eini royndartíð í trý ár, sigur Barna- og útbúgvingarmálaráðið
Djóni Nolsøe Joensen, landsstýrismaður við barna- og útbúgvingarmálum, ætlar komandi skúlaár at seta í verk eina viku vetrarfrí í fólkaskúlanum.
Ferian skal verða í viku sjey á hvørjum ári, og er ætlanin, at hon skal vera galdandi í eini royndartíð í trý ár, skrivar Barna- og útbúgvingarmálaráðið.
– Landsstýrismaðurin hevur havt fund við Føroya Lærarafelag, Felagið Heim og skúla, Skúlaleiðarafelagið, Kommunufelagið og Pedagogfelagið, har henda ætlan varð umrødd.
– Uppskotið er nú sent út til allar skúlaleiðslur t.v.s. skúlastjórar, varaskúlastjórar, fyrstilærarar og einalærarar, umframt øll næmingaráð kring landið, soleiðis, at eisini hesi fáa høvi til at siga sína hugsan um ætlanina.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 25. september 2023
Framyvir fer kommunan at leiga heimara partin av vakstrarhúsinum í Sandavági, sum skal brúkast til at framleiða grønmeti og frukt til egna nýtslu
Vága kommuna hevur undirskrivað eina avtalu við eigararnar av vakstrarhúsinum í Sandavági um at kommunan framyvir leigar heimara partin av vakstrarhúsinum, sum er áleið 550 fermetrar.
Málið er, at stovnar hjá kommununi fara at framleiða grønmeti og frukt til egna nýtslu og at kommunan gerst sjálvbjargin við plantum og í mest møguligan mun nýtir sína framleiðslu til fríðkan á grøna økinum, skrivar heimasíðan hjá kommununi.
– Hugskotið hevur bryggjað í eina tíð. Átakið hjá Vága kommunu er í samsvar við tíðarandan, har tankar og ynskini um, at vit í Føroyum eiga at gerast alt meira sjálvbjargin við framleiðslu av matvørum og at minka um innflutning av grønmeti og plantuvøkstri.
– Kommunan er stór í vavi og nógv grøn økir eru at fara um, sum starvsfólkatoymið á grøna økinum hevur røkt sera væl seinastu nógvu árini. Við Visjón 2032, er avgjørt at raðfesta býarumhvørvið, trivnað og burðardygga menning, og sum ein part av hesum, ynskir kommunan at menna tað grøna økið enn meira, á ein burðardyggan hátt.
Fyrr í ár varð Búgvi Róin settur í starv sum gartnari í Vága kommunu, og kemur hann saman við einum toymi av starvsfólkum at hava yvirskipaðu ábyrgdina av at skipa grøna økið, og sær hann stórar møguleikar í at sleppa inn í vakstrarhúsið.
Sambært Vága kommunu er talan um eina slóðbrótandi verkætlan, sum kommunan sær stórar vakstrarmøguleikar og nýskapan í.
– Í dag er bert eitt vakstrarhús eftir í Føroyum, og tí var hetta ein upplagdur møguleiki hjá kommununi, tá tað gjørdist møguligt at leiga ein part av vakstrarhúsinum og geva starvsfólkunum á grøna økinum bestu karmarnar at virka undir samstundis sum børn og ung eisini sleppa at gerast partur av verkætlanini, saman við gartnaranum.
– Tankin er, at børn og ung koma at dyrka grønmeti og frukt í vakstrarhúsinum til egna nýtslu á stovnum, í frítíðarskúlanum og virkishúsinum. Hesa spennandi verkætlanina fáa leiðararnir á stovnunum í kommununi møguleika fyri at vera við at menna og stýra saman við gartnaranum. Hetta er samstundis ein góður møguleiki at læra børn og ung um týdningin av og at kveikja teirra áhuga fyri landbrúki, framleiðlsu og burðardygd, hvar matur kemur frá og um matspill. Somuleiðis er stórt øki vestanfyri vakstrarhúsið har møguligt er at velta eplir og annað sum kann veltast uttandurða, skrivar kommunan.
– Alt í alt, so er hetta ein sera burðardygg verkætlan ið samsvarar ógvuliga væl við samtíðina, har vit sum kommuna gera okkara íkast at styrkja um egna framleiðslu av matvørum og plantum í Føroyum, við at birta undir ein neista hjá okkara ungu borgarum og vísa á møguleikar sum liggja í landbúnaðar- og framleiðsluvinnuni. Møguleikarnir við so góðum kørmum eru mestsum óendaligir, og kann man síggja fyri sær fleiri nýggj samstørv við uttanfyristandandi partar um menningarmøguleikar og nýskapan á økinum í framtíðini, sigur Bjarni Prior, borgarstjóri í Vága kommunu.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 23. september 2023
Í samráð við kommunur og jarðareigarar hevur Visit Faroe Islands sett fýra ferðafólkateljarar upp á Slættaratindi, Hvannhaga, Klakki og á bygdagøtuni millum Havnina og Kirkjubø
Í samráð við kommunur og jarðareigarar hevur Visit Faroe Islands í summar sett fýra ferðafólkateljarar upp á útvaldum, væl umtóktum gongutúrum. Teljararnir skráseta, hvussu nógv fólk ganga ígjøgnum t.d. eitt portur og geva eina eftirfarandi mynd av ferðafólkatalinum.
Teir fýra teljararnir eru settir upp á hesum fýra støðum: Slættaratindur, Hvannhagi, Klakkur og á bygdagøtuni millum Havnina og Kirkjubø. Fyrsti teljarin (Kirkjubøur-Tórshavn) hevur verið virkin síðani 23. apríl, meðan hinir hava talt gongufólk síðani juni/juli.
Um hugt verður at tíðarskeiðinum millum 5. juli og 20. september, tá allir teljarar vóru virknir, so gingu umleið 1.833 fólk til Hvannhaga, 6.026 fólk niðan á Klakk, 5.633 fólk niðan á Slættaratind og 7.047 millum Havn og Kirkjubø. Tølini benda sostatt á eitt samsvar millum atkomuviðurskifti og tal á gongufólkum.
Veðurmátingar verða skrásettar í somu skipan, og soleiðis ber til at síggja, hvørja ávirkan veðrið hevur á gongdina. Um vit taka leiðina millum Tórshavn og Kirkjubø sum dømi, so ganga um 100 fólk hendan teinin dagliga í juni og juli. Teir dagarnar tá avfallið var størst fellur talið niður á 8-10 fólk, meðan tað vóru 366 fólk besta dag í mánaðinum.
Skrásetingarnar staðfesta harafturat, at tað sveiggjar rættiliga nógv gjøgnum vikuna, nær fólk ganga sær ein túr. Eitt mynstur er tó, at nógv flest fólk velja at ganga túr um middagsleitið og sum heild millum klokkan 10-16.
Hagtølini staðfesta at enda eisini, at juni-august er háárstíð fyri gongutúrar. Tá vit koma inn í september mánað síggja vit eitt týðiligt fall við meiri enn tveimum triðingum í talinum av gongufólki.
Ferðafólkateljararnir eru virknir alt árið og sum frá líður fara hesir at geva okkum eina munandi betri heildarfatan av gongumynstrinum í Føroyum, og hvussu stórt trýstið er á hesi útvaldu støð.
Um royndirnar við hesum teljarunum vísa seg at vera góðar, er ætlanin at seta fleiri upp seinni. Eisini verður arbeitt við eini nýggjari skipan ið skrásetir tal á fólki allastaðni í landinum við støði í data frá fartelefonum. Saman við teljarunum verður hetta soleiðis eitt gott stýriamboð til at hava eftirlit við og at skipa ferðafólkaferðsluna í náttúruni framyvir.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 25. september 2023
Klaksvíkar býráð samtykti hóskvøldið fíggjarkarmin fyri 2024. Inntøkurnar eru mettar til 345 milliónir krónur
Klaksvíkav býráð samtykti hóskvøldið fíggjarkarmin fyri 2024. Inntøkurnar eru mettar til 345 milliónir krónur, raksturin er settur til 271 milliónir, sum er 15,7 milliónir krónur hægri enn avsetingin í 2023. Vøksturin er 6,1 prosent. Avlopið áðrenn rentur og avdráttur verður sostatt 73,9 milliónir krónur.
Býráðið samtykti einmælt í vár, at kommunan skuldi binda seg til at rinda 30 milliónir krónur í avdráttum og rentum árliga. Hetta merkir, at eftir rentustuðul, rentugjøld og avdráttir eru 36,9 milliónir krónur eftir til íløgur í 2024.
Í 2019 var raksturin 203 milliónir krónur, og seinasta framrokningin fyri 2023 vísir, at raksturin verður 257 milliónir. Hetta gevur ein miðalvøkstur seinnu árini á 6,5 prosent.
Um metingin fyri roknskaparárið 2023 heldur, har hallið er mett at verða 4 milliónir krónur, og fíggjarætlanin fyri 2024 javnvigar við 18,6 miliónum í avlopi, verður nettoskuldin hjá Klaksvíkar kommunu 21,4 milliónir krónur undir eina álíkning við árslok 2024.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 29. september 2023
Faktorhúsini í Vestmanna, sum vóru bygd í sambandi við kongaliga einahandilin í 1836, eru lýst til sølu
Vestmanna kommuna hevur sett søguligu faktorhúsini á Fitjum, sum vórðu bygd í sambandi við kongaliga einahandilin, til sølu. Á ognini er eisini bygt eitt pakkhús og ein hjallur, sum fylgja við í keypinum.
Húsini eru bygd umleið 1836, og pakkhúsið umleið 1860-70. Samlaða víddin á húsunum er 250 fermetrar og grundøkið er 1.112 fermetrar til støddar.
Ognin er friðað.
Í sølulýsingin verður gjørt vart við at ognin verður seld í tí standi, sum hon er og liggur, og seljarin tekur onga ábyrgd fyri møgulig brek. Møguligur áhugaður keypari verður tí mæltur til at kanna ognina væl, áðrenn boð verður givið.
Keyparin skal saman við tilboðnum gera eina frágreiðing um, hvussu hann ætlar at brúka ognina og til hvat endamál. Keyparin skal eisini upplýsa, hvørjar ætlanir hann hevur viðvíkandi umvæling av ognini, herundir nær hann ætlar at seta hetta arbeiði í gongd.
Vektingin av tilboðnum verður gjørd soleiðis, at tilboðsprísurin verður vektaður við 40 prosentum meðan hugskotið viðvíkjandi nýtsluætlan av ognini verður vektað við 60 prosentum.
Lægsta boð at keypa ognina er sett til 1,45 milliónir krónur. Boð undir hesa upphædd verða ikki tikin við í metingina. Freistin at lata boð inn er 3. november.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 24. september 2023
Umsitingin hjá Runavíkar kommunu flytir í tann nakað størri bankabygningi inni á Høgabóli
Bygningurin á Heiðavegi 26 í Saltangará, sum í nógv ár virkaði sum ráðhús hjá Runavíkar kommunu, verður nú settur til sølu.
Tað boðar meklarafelagið Skyn frá. Talan er um ein stóran bygning, 577 fermetrar í gólvvídd umframt 95 fermetrar til fýrrúm og goymslu.
Bygningurin verður mettur at kunna seljast fyri 9 milliónir krónur.
Umsitingin hjá Runavíkar kommunu flytir í annan bygning. Avtala var í gjør gjørd við BankNordik um at taka yvir bankabygning á Høgabóli, á Heiðavegi 54, eitt sindur longur inni á fjørðinum. Avtalaði prísurin var 19 milliónir krónur. Samstundis skal bankadeildin flytast inn í hølini á Heiðavegi 13, sum Kunningarstovan Visit Runavík hevur hildið til í nøkur ár.
Í sambandi við flytingina tók býráðið eisini avgerð um, at gamli skúlabygningurin frá 1891 frameftir skal vera býráðssalur.
Frameftir verður hesin bygningurin ráðhús fyri Runavíkar kommunu (Mynd: BankNordik)
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 27. september 2023
Soleiðis sær út í Hoyvíkshaganum
Arbeiðið at gera Føroya Arena byrjaði í apríl, og nú síggjast stoypiformar, og nógv virksemið er á økinum uppi við Stórutjørn í Hoyvík.
Eftir ætlan verður høllin liðug í januar 2025.
Farna vikuskiftið var Sverri Egholm á staðnum og tók nakrar myndir:
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 23. september 2023
Innflutningurin av hálvdrúgvum nýtsluvørum og drúgvum nýtsluvørum hevur síðani endan av 2021 staðið í stað, meðan innflutningurin av ódrúgvum vørum, sum eitt nú matvørur, er øktur
Innflutningurin av hálvdrúgvum nýtsluvørum (t.d. klæðir) og drúgvum nýtsluvørum (t.d. sjónvørp og bilum) hevur síðani endan av 2021 staðið í stað. Hetta bendir á, at nýtslan av hálvdrúgvum og ódrúgvum vørum er minkað í nøgdum, nú ið vørurnar, vit innflyta, eru vorðnar dýrari í prísi.
Handilsvinnan sigur frá, at eftirspurningurin eftir teimum dýru merkjunum av ymsum innbúgvi er minkaður, men tey flestu lata væl at hóast alt. Bilasølan er minkað munandi og tað gevur ábendingar um at húsarhaldini eru blivin meira afturhaldin við at gera stór keyp.
Innflutningurin av ódrúgvum vørum, sum eitt nú eru matvørur, er hinvegin øktur. Hetta merkir, at nýtslumynstrið hjá húsarhaldunum er broytt á tann hátt, at gerandisvørurnar fylla meira enn áður í samlaðu nýtsluni.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 25. september 2023
Í øðrum ársfjórðingi 2023 vaks brúkaraprístalið við 4,4 prosentum, og tað er munandi lægri enn vøksturin í brúkaraprístalinum hevur verið síðani annan ársfjórðing 2022
Prísirnir vaksa framvegis, men spakuligari enn teir hava tað seinasta árið. Meðan oljuprísirnir høvdu størstu ávirkanina á brúkaraprístalið í byrjanini av 2022, hevur tað síðani tá verið øktir matvøruprísir, ið hava togað brúkaraprístalið upp.
Í fyrsta ársfjórðingi 2023 var tað í mesta mun dýrkaðar matvørur, rentuútreiðslur og streymprísir, sum togaðu prísvøksturin upp, og í øðrum ársfjórðingi 2023 eru tað rentuhækkingar og dýrkaðar matvørur, sum gera seg galdandi.
Á myndini niðanfyri eru teir tríggir vørubólkarnir, sum fylla mest í nýtsluni hjá húsarhaldunum, vístir. Tann vørubólkurin, sum fyllir mest, er matur og alkoholfríar drykkjuvørur, og prísirnir í hesum vørubólki eru øktir nógv síðani miðjan 2021.
Flutningur er útreiðslur til keyp og rakstur av bili íroknað brennievni til bilin. Prísirnir í bólkinum ’býli’ eru øktir mest. Í hesum bólki fyllir oljunýtsla til upphiting av húsunum ein stóran part, men eisini elnýtsla og rentuútreiðslur eru øktar nógv í 2022 og 2023.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 25. september 2023
Føroyingar keyptu minni av vørum og tænastum í seinna hálvári 2022 í mun til seinna hálvár 2021, og lítil munur er á nýtsluni higartil í 2023
Hagtøl fyri kortnýtslu frároknað prísvøkstur vísa, at føroyingar keyptu minni av vørum og tænastum í seinna hálvári 2022 í mun til seinna hálvár 2021, ið allarhelst skyldast øktu prísirnar.
Lítil munur er á kortnýtsluni higartil í 2023 samanborið við fyrra hálvár 2022, ið bendir á, at nýtslan stórt sæð er óbroytt í 2023.
Tøl fyri kortnýtsluna hjá føroyingum uttanlands vísa hinvegin, at nýtslan hjá húsarhaldunum í útlondum hevur verið eins stór á sumri 2023, sum í fjør, og tað bendir á, at húsarhaldini hava gott treysti hóast alt.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 25. september 2023
Nú er ikki longur meiri- og minniluti í býráðnum á Tvøroyri
Á býráðsfundi á Tvøroyri hóskvøldið, varð einmælt samtykt at allir býráðslimir skipa seg í ein og sama valbólk.
Hetta heldur enn, sum vanligt hevur verið, at fara í tvíningar og skipa seg í meiriluta- og minniluta valbólkar.
Tað skrivar Tvøroyrar kommuna á heomasíðuni.
Allir limir og tiltakslimir í nevndunum eru valdir av nýggjum í sambandi hetta. Tvøroyrar kommuna skrivar, at hetta er fyrstu ferð í Tvøroyrar søgu at allir býráðslimir skipa seg í ein valbólk.
Í Tvøroyrar býráð sita: Kristin Michelsen, Anita Vibergsdóttir, Kristina Roest, Alvi Mortensen, Bjarni Hammer, Jónleyg Jespersen Bech og Eyð Eidesgaard, ið er tiltakslimur fyri Súsonnu Bertholdsen, ið er í farloyvi.
Nevndirnar eru skipaðar soleiðis:
Fíggjarnevndin:
Fastur limur / Tiltakslimur
Kristin Michelsen / Anita Vibergsdóttir
Kristina Roest / Alvi Mortensen
Bjarni Hammer / Eyð Eidesgaard
Sosiala nevnd:
Fastur limur / Tiltakslimur
Jónleyg J. Bech / Bjarni Hammer
Anita Vibergsdóttir / Kristina Roest
Eyð Eidesgaard /Alvi Mortensen
Teknisku nevnd:
Fastur limur / Tiltakslimur
Alvi Mortensen / Bjarni Hammer
Kristina Roest / Jónleyg J. Bech
Eyð Eidesgaard / Anita Vibergsdóttir
Mentanarnevndina:
Fastur limur / Tiltakslimur
Bjarni Hammer / Anita Vibergsdóttir
Eyð Eidesgaard / Alvi Mortensen
Jónleyg J. Bech / Kristina Roest
Vinnu og havnanevndina:
Fastur limur / Tiltakslimur
Anita Vibergsdóttir / Eyð Eidesgaard
Bjarni Hammer / Alvi Mortensen
Kristina Roest / Jónleyg J. Bech
Trivnaðar og umhvørvisnevndina:
Fastur limur / Tiltakslimur
Kristina Roest / Jónleyg J. Bech
Eyð Eidesgaard / Alvi Mortensen
Bjarni Hammer / Anita Vibergsdóttir
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 28. september 2023
Innsetingargudstænasta var í Vesturkirkjuni sunnudagin
Eftir 15 ár í embætinum sum sóknarprestur í Suðurstreymoyar eystara prestagjaldi, er Ann Hermansdóttir farin í nýtt prestastarv.
Hon varð dag skipað í embæti sum studentaprestur.
Ann Hermansdóttir er fyrsti studentaprestur í Føroyum, og hon fór longu í august til verka á miðnáms- og yrkisskúlunum í Føroyum.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 24. september 2023
Margreta Nónklatt sett í fast starv á Tjóðsavninum
Margretha Nónklett er sett í starv sum deildarleiðari á fólkalívsdeildini hjá Tjóðsavninum.
Margretha er útbúgvin fólkalívsfrøðingur frá Lærda háskúlanum í Keypmannahavn.
Hon hevur røkt eitt tíðaravmarkað starv sum savnsvørður á deildini seinasta árið, og hevur áðrenn hetta starvast sum býarsavnsvørður á Tórshavnar býarsavni. Eisini hevur hon drúgvar royndir úr landsfyrisitingini.
Hon tekur við starvinum 1. oktober 2023.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 26. september 2023
Gunnar er 55 ára gamal og er upprunaliga útbúgvin bilmekanikar. Eftirfylgjandi hevur hann tikið útbúgving innan tilbúgving og tyrlu – og ambulansatænastu
Eysturkommuna hevur sett Gunnar Olsen sum tilbúgvingarleiðari hjá kommununi.
Gunnar er 55 ára gamal og er upprunaliga útbúgvin bilmekanikar. Eftirfylgjandi hevur hann tikið útbúgving innan tilbúgving og tyrlu – og ambulansatænastu. Hann hevur nógv tey seinastu árini arbeitt sum leiðari hjá Siemens AG í Aalborg og hevur harfrá royndir innan leiðslu og tilbúgving. Eisini var Gunnar ein partur av brunatilbúgvingin hjá táverandi Gøtu kommunu – eisini sum leiðari.
Gunnar byrjar í starvinum sum tilbúgvingarleiðari 1. november, skrivar Eysturkommuna.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 25. september 2023
49 ára gamli Tórálvur Holm í Trøðini er útbúgvin skipsførari og hevur seinastu 21 árini siglt við Maersk – hann byrjaði í starvinum 25. september
Vágs Býráð hevur avgjørt at seta Tórálv Holm í Trøðini í starvið sum nýggjur havnameistari í Vágs Havn. Hann byrjaði í starvinum 25. september, boðar Vágs kommuna frá.
Tórálvur er 49 ár og búsitandi í Vági. Hann er útbúgvin skipsførari og hevur seinastu 21 árini silgt við Maersk, harav síðstu átta árini sum skipari hjá Maersk Tankers. Á síni starvsleið hevur Tórálvur fingist við ma. leiðslu, fyrisiting og rakstur og viðlíkahald, har atlit vóru til burðardygd, skrivar kommunan.
Tað var í juni, at Vágs kommuna søkti eftir nýggjum havnameistara til Vágs Havn, tí verandi havnameistari, Hans Jacob Bech fór frá í august vegna aldur. Tá freistin at søkja var farin, vóru tríggjar umsóknir innkomnar.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 23. september 2023
Hevði væleydnaða verju av ritgerð síni á Setrinum í vikuni
Mánadagin vardi Frida Poulsen ph.d.-ritgerð sína um inklusjón í føroyska fólkaskúlanum, og fekk ph.d.-heitið í Kongshøll á Fróðskaparsetri Føroya
Verjan var væleydnað, og dómsnevndin mælti einmælt til, at Frida Poulsen fær ph.d.-heitið, skrivar setur.fo
Ph.d.-ritgerðin hjá Fridu Poulsen kallast "Inklusjón í føroyska fólkaskúlanum: Frá politiskari visjón til virkni í einum spenni millum almenna námsfrøði og sernámsfrøði".
Í metingarnevndini sótu Firouz Gaini, professari á Fróðskaparsetri Føroya (formaður), Stine Willum Adrian, lektari á Aalborg Universiteti og Tromsø Universiteti, og Vegar Moen, lektari á Stavanger Universiteti.
Høvuðsvegleiðari var Lotte Hedegaard-Sørensen, lektari á Danmarks institut for Pædagogik og Uddannelse, og Erika Anne Hayfield, lektari á Fróðskaparsetri Føroya, og Kirsten Baltzer, lektari emerita, hava verið hjávegleiðarar.
Frida Poulsen hevur verið innskrivað á Námsvísindadeildini á Setrinum og á Danmarks institut for Pædagogik og Uddannelse. Granskingarverkætlanin hevur m.a. verið stuðlað av Granskingarráðnum.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 26. september 2023
Føroyingarnir standa aftanfyri Baroli Music, sum hevur gjørt staklagið "Better in Stereo". Tað hevur nú selt fleiri enn 500.000 eintøk í USA, og harvið er gullpláta send til Føroya
Føroyska tónleikasamstarvið Baroli Music hevur fleiri ferðir gjørt vart seg. Serliga er tað fyri tónleik, sum Bárður Háberg og Óli Jógvansson hava gjørt - saman við øðrum - fyri Disney.
Nú hevur Baroli Music fingið eina gullplátu úr USA. Hetta er fyri staklagið “Better In Stereo”, sum er kent úr røðini Liv and Maddie.
(Youtube)
Bárður og Óli hava skrivað hendan sangin saman við bretsku Paulu Winger. Hetta er onnur útgávan av staklagnum, sum er innspæld/framleidd/mixað í studio hjá Baroli Music her heima í Føroyum - meira nágreiniliga úti á Landavegnum í Havn
Á Facebook-síðu sínari skrivar Baroli Music, at Disney og Recording Industry Association of America (RIAA) júst hava váttað, at lagið “Better In Stereo” nú hevur rokkið “Gold Certification”.
Eitt slíkt fær man fyri fleiri enn 500.000 seld eintøk í USA sum staklag. Hetta er nú eydnast hjá havnarmonnunum.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 27. september 2023
Svartur skemtileikur hjá Harold Pinter verður frumsýndur í kvøld
Á Tjóðpallinum er nú klárt at taka ímóti gestunum, og tey lova, at tað verður ørt, óunniligt, stuttligt, svart og púrasta Harold Pinterskt!
“Føðingardagsveitslan”, ið er ein av best umtóku leikum hjá Harold Pinter, verður frumsýndur í kvøld.
“Føðingardagsveitslan” er ein sonevnd ”comedy of menace” – ein vandaskemtileikur – ið gongur fyri seg á lítla, forfalna gistingarhúsinum, sum Meg og Petey reka. Einasti gesturin er Stanley, sum kanska hevur føðingardag. Kortini verður veitsla, tá ið teir báðir fremmandu og gátuføru Goldberg og Maccann koma á gátt og sum frá líður gerst føðingardagurin ikki sørt marrukendur.
Leikurin tekur tøk við stór evni sum valdsnýtslu og ideologiska forfylging av einstaklinginum. Eisini fylla tættir sum persónlig fortíð og samleiki nógv í leikinum.
Við sínum sniðfundigu dialogum megnar Pinter at skapa spenning, hóast leikgongdin er einføld, og hóast tað er heldur ógreitt, hvat persónarnir í roynd og veru vilja, og hvønn veg alt ber.
Leikarar eru: Hjálmar Dam, Hans Torgarð, Kristina Sundar Hansen, Esther á Fjallinum, Páll Danielsen og Erling Eysturoy
Guðjón Pedersen leikstjórnar, Barbara Hilduberg hevur gjørt pallmyndina, Ólafur Ágúst Stefánsson stendur fyri ljóssniðgevingini, Katrin Bonde hevur gjørt búnarnar og Hans Tórgarð hevur týtt.
(Mynd: Tjóðpallur Føroya / Allan Dalsgarð)
(Mynd: Tjóðpallur Føroya / Allan Dalsgarð)
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 28. september 2023
Eivør Pálsdóttir hevur nýliga undirskivað sáttmála við Season of Mist, sum er eitt plátuvirki við fronskum uppruna
Eivør hevur fyri kortum undirskrivað sáttmála við franska plátuvirkið, Season of Mist. Hetta er eitt plátuvirki, sum gevur út tónleik av slagnum ”Heavy metal”. Virkið hevur áður givið út plátur hjá kendum tónleikarum og tónleikabólkum, sum virka innan hesa tónleikagrein.
Heimasíðan hjá Season of Mist skrivar, at tey eru sera erpin av sáttmálanum, sum júst er undirskrivaður, og síggja fram til eitt gott samstarv við Eivør. Afturat hesum skrivar Metal Hammer, sum er eitt kent tónleikablað, at tónleikurin hjá føroysku songkvinnuni er framúrskarandi.
Eivør ger nógv um seg í tónleikaheiminum í løtuni. Hon skal millum annað spæla eina konsert í Reykjavík seint í komandi viku.
Sambært heimasíðuni hjá Season of Mist kemur Eivør við nýggjari útgávu í 2024.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 28. september 2023
Norska Lisa Børud fer at framføra á Kristfest í apríl
Føroyingar kunnu á Kristfest í Nesvík 13. apríl 2024 hoyra sangarinnuna Lisu Børud fyri fyrstu ferð.
Lisa Børud er kend sum kristna barnastjørnan úr Noregi, men nú er hon ein ung kvinna og spælir tónleik, sum vendir sær serliga til unga áhoyraran.
- Vit kunnu vænta okkum eina tónleikaraframførslu í heimsflokki. Hóast ungan aldur, hevur norska Lisa Børud yvir 20 ár á baki í tónleikavinnuni. Lisa er uppvaksin við tónleiki, mamman er sangarinna og pápi hennara er tónleikarar, sangari og hevur egið plátufelag, skriva fyriskipararnir.
Longu sum fimm ára gomul sang Lisa Børud á síni fyrstu tónleikaútgávu. Síðan tá hevur hon verið við á 12 útgávum og hevur selt yvir 120.000 album. Umframt at syngja og framføra sín egna tónleik, syngur Lisa kór og dansar saman við øðrum kendum tónleikarum. Tónleikastílurin hjá Lisu er í høvðusheitum kristin pop/rock.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 24. september 2023
“Skam dig, kvinde!” er heiti á dokumentari í tveimum pørtum, sum verða sendir á rásini TV2Echo í oktober
Danska TV2 sjónvarpsstøðin varpar nú ljós á fosturtøkuspurningin í Føroyum. Rásin TV2 Echo fer at lýsa støðuna í tveimum sendingum, sum eisini verða at síggja á netrásini TV2 Play.
Fyrsti partur av “Skam dig, kvinde!” verður vístur í TV2 Echo sunnudagin. Her verður føroyska tvístøðan lýst við at fylgja kvinnum frá felagsskapinujm Frítt Val, sum er fyri fríari fosturtøku og mótstøðufólki frá felagsskapinum Provita og kristna bloggaranum, Dinu Jensdóttir Norðberg.
Røðin lýsir eisini fleiri føroyskar kvinnur, sum hava fingið abort hóast strongu føroysku lóggávuna. Talan er um kvinnur, ið vilja vera ónevndar, og sum allar hava fingið abort eftir at hava verið útsettar fyri kynsligari valdsgerð.
Aðrar, sum eru við í sendingini eru Aimi Helbo, sum stillaði upp fyri Sambandsflokkin undan seinasta løgtingsvali og fekk abortspurningin á dagsskránna við at traðka fram og fortelja um sín abort. Eisini Heidi (eftirnavn ikki upplýst, -red.) sum segði seg ‘smyrja tjúkt uppá’ tá hon skuldi sannføra lækna sín um, at tað var neyðugt at geva henni abort.
TV2 skrivar í tíðindaskrivi, at kvinnurnar deila frásøgnir um skomm, burturvísing og sálarligar snuddir, sum tær hava upplivað við at hava tikið abort ella við at hava tosað um tað.
Hinvegin standa tey, ið eru ímóti abort, og sum ikki ynskja, at broytingar skulu gerast í verandi lóggávu frá 1954. Tey vilja verja rættindini hjá ófødda barninum og sammeta abort við dráp. Tyri tey er loysnin ein sterkari vælferðarstatur, har øll megna at gerast mamma – og at alternativa loysnin er ættleiðing, adoptión.
“Skam dig, kvinde!” fer at sígjast á TV2 Play og TV2 Echo sunnudagarnar 1. og 8. oktober.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 28. september 2023
Hetta er nú staðfest í kunngerð, sum landsstýriskvinnan í umhvørvismálum hevur ásett
Nýggir bústaðir skulu ikki upphitast við olju. Hetta er nú staðfest í kunngerð, sum Ingilín D. Strøm, landsstýriskvinna við umhvørvismálum, hevur ásett.
Bannið móti oljufýrdari upphiting er eitt av 23 átøkum í orku- og veðurlagspolitikkinum, sum Løgtingið samtykti í mai 2022 fyri at røkka mál Føroya um at minka útlátið av vakstrarhúsgassi.
Kommunurnar umsita nýggju reglurnar í sambandi við, at søkt verður um byggiloyvi.
Kommunurnar kunnu fram til 1. januar 2025 veita undantak frá kravinum um, at olja ikki skal brúkast til upphiting. Undantakið er tó bert galdandi fyri tey, sum hava gjørt byggisáttmála og fingið lánifígging, áðrenn 1. november í ár.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 25. september 2023
At bretskir myndugleikar hava givið grønt ljós til útbygging av stórari oljukeldu nær Føroyum, hevur fingið øði í grindina. Umhvørvisfelagsskapir, politikarar oo. mótmæla avgerðini og hótta við at fara í rættin. Equinor biðjur fólk sissa seg
Tað var í vikuni, at bretski loyvismyndugleikin NSTA, North Sea Transition Authority loksins gav grønt ljós til útbygging av stórari olju- og gassleið nærhendis Føroyum.
Hetta loyvið er samtíðis í tráð við orkupolitikkin hjá núverandi stjórnini um at menna kolvetnisvirksemið í eitt nú Norðsjónum.
Men avgerðin fellur ikki í góða jørð hjá umhvørvisfelagsskapum, politikarum, vísindafólki oø., sum vilja skunda undir grøna orkuskiftið og harvið steðga útlátinum av veðurlagsgassum so sum CO2. Rosebank, halda tey, gongur júst øvugta vegin.
Rosebank hevur leingi verið eitt av høvuðskjakevnunum í grøna orkuskiftinum serliga um okkara leiðir og hava ikki minst fleiri umhvørvisfelagsskapir gjørt hesa oljukelduna til feskasta dømið um at leggja brenni á CO2 bálið, um ein kann siga tað so.
Eftir at tað eftir øllum at døma eydnaðist umhvørvisfólki og -felagsskapum fyribils at steðga útbygging av enn eini stórari oljukeldu á Atlantsmótinum, Cambo, har Shell bráddliga tók seg úr verkætlanini, hevur ljós verið varpað á grannaleiðina Rosebank og roynt hevur verið at steðga eini góðkenning.
Grundgevingin fyri at steðga hesi útbygging er, at hon fer at ganga beint ímóti grøna orkuskiftinum, sum m.a. miðjar móti at steðga útbyggingum av nýggjum olju- og gassleiðum.
Víst verður so eisini til orðini hjá bæði ST aðalskrivaranum eins og stjóranum í altjóða orkustovninum IEA um, at tørvur er ikki á at útbyggja nýggja kolvetnisleiðir.
Hesum vísa eitt nú bretsku myndugleikarnir eins og umboð fyri oljuvinnuna í Bretlandi aftur. Stjórnin við forsætisráðharranum Rishi Sunak á odda ynskja, at Bretland skal vera óheft av orkuinnflutningi úr øðrum londum og her serstakliga einaræðislondum sum Russlandi.
Besti hátturin til at tryggja orkutrygdina í Bretlandi er at skunda undir nýggja leiting og nýggjar útbyggingar til tess at varðveita eginframleiðslu í mong mong ár aftrat. Leiðandi umboð fyri stóru oljuvinnuna her ikki minst mongu veitararnir gera vart við, at innan 10 ár verða verandi goymslur tómar, og tí er neyðugt at leita og menna nýggjar leiðir.
Avgerðin hjá bretsku stjórnini ikki at taka mongu mótmælini til eftirtektar, tí loyvismyndugleikin hevur góðkent útbyggingarætlanina hjá Equinor, hevur verið ovast á breddanum í flestu av heimsins miðlum frá BBC, Sky, CNN eins og øllum teimum størstu dagbløðunum.
Her fáa mótmælini móti avgerðini at loyva útbygging høga raðfesting og er málið vorðið til ein spurning um, hvussu eitt land sum Bretland, ið sigur seg ganga á odda í grøna orkuskiftinum, nú bráddliga letur dyrnar upp fyri stórari og nýggjari framleiðslu av olju og gassi, ið er við til at økja um CO2 útlátið.
Hinumegin stendur so felagið aftanfyri Rosebank, Equinor, sum ger greitt, at tað við hesi verkætlanini er við til at stuðla Bretlandi at vera sjálvbjargið við orku komandi nógvu árini.
Felagið vísir á, at við avgerðini at elektrifisera framleiðsluna við tí nýggjastu tøknini, verður Rosebank tvørturímóti ein fyrimynd fyri onnur, sum í dag framleiða olju og gass. Verkætlanin miðjar móti at minka heilt munandi um útlátið soleiðis at Rosebank í heimshøpi fer at verða ein fyrsta floks kolvetnis orkuleið.
Eftir at tíðindini um Rosebank vórðu kunngjørd hava bæði verandi forsætisráðharri í Bretlandi, Rishi Sunak og leiðarin fyri størsta andstøðuflokkin Keir Starmer úttalað seg um málið.
Sunak fegnast um avgerðina hjá loyvismyndugleikanum og sigur, at hetta fer at vera við til at verja orkutrygdina og vónar hann, at fleiri aðrar útbyggingar, sum kunnu liva upp til útlátstreytirnar, gerast veruleiki. Her sipar hann helst eisini til nógv umrøddu Cambo kelduna við føroyska markið.
Formaðurin í Labour, Keir Starmer, sum áður hevur úttalað, at hann fer ikki at loyva nýggjum útbyggingum men tó heldur ikki forða fyri, at longu givin loyvi verða troytt, sigur, at kemur hann í stjórn eftir komandi val, so fer hann ikki at broyta avgerðina hjá hesi stjórnini og steðga Rosebank. Øll givin loyvi sleppa at liva sítt lív, men eingi nýggj loyvi verða latin sigur hann.
“What we’ve said is no new licences to be granted when we’re in power, but we won’t revoke anything, any licences that are granted before we come into power” er støðan hjá Labour, um og tá flokkurin kemur til valdið.
Ein leiðandi politikari í bretsku stjórnini, Jeremy Hunt, fíggjarmálaráðharri er eisini avgjørdur í málinum og sigur:
“We are accelerating renewables and nuclear power but will still need oil and gas for decades to come – so let’s get more of what we need from within British waters.”
Enn ein oddapolitikari í Bretlandi, fyrsti leiðarin í Skotlandi, sigur seg vera vónsviknan av avgerðini at loyva útbygging av Rosebank. Hann viðgongur tó, at hetta er nakað, sum bretska stjórnin avger.
Leiðandi umboð fyri Grøna flokkin í Bretlandi, Caroline Lucas heldur avgerðina um Rosebank vera púrasta burturvið ella sum hon málber seg “the greatest act of environmental vandalism in my lifetime”. Tað sama halda umboð fyri fleiri aðrar umhvørvisfelagsskapir so sum Greenpiece, Uplift, Friends of Earth oa.
Taka vit so pulsin hjá íbúgvunum og politikarunum í Skotlandi, tá talan er um Rosebank, so ganga hesi ikki hond í hond.
Tað kemur m.a. til sjóndar í grein í skotska blaðnum The Herald, sum júst hevur gjørt eina kanning millum sínar lesarar og spurt, hvat teir halda um avgerðina at loyva útbygging av Rosebank.
77 prosent siga seg taka undir við at fara undir framleiðslu, meðan 23 prosent eru ímóti. Hetta avspeglar eisini støðutakanina hjá einum meiriluta av skotum, sum herfyri søgdu seg vera fyri útbygging, ikki minst tí talan er um nýggj arbeiðspláss og nýggjar inntøkur eins og verja av orkutrygdini. Mótvegis hesi staðfesting eru framstandandi politikarar í skotsku stjórnini ímóti nýggjum oljuvirksemi í Norðsjónum, tí tað stríðir ímóti veðurlagspolitikkinum.
Eisini í Noregi eru umhvørvisfelagsskapir og politikarar farnir á barrikadurnar og harta bæði bretsku stjórnina og norska Equinor fyri at stinga grøna orkuskiftið í ryggin.
Hóast Equinor og Ithaca Energy longu eru farin í gongd við útbyggingina og hava latið sáttmálar til veitarar bæði í Bretlandi og Norra, so kunnu vit rokna við framhaldandi mótmælum, sum í síðsta enda kunnu enda við sakarmáli móti bretsku stjórnini at loyva nýggjari kolvetnisframleiðslu, ið gongur beint ímóti altjóða veðurlagspolitikkinum.
Fyri føroyska frálandsreiðaríið Skansi Offshore er Petrojarl Knarr, sum skjótt skal framleiða olju nær føroyska markið, ein gamal kenningur. Skansi hevur verið veitaraskip hjá Knarr í norskum øki, so hvør veit, um vit fara at síggja Skansi skip um okkara leiðir um nøkur ár?
Føroyar og Rosebank
Áhugavert verður eisini at fylgja gongdini her heima tvs. møguleikanum hjá føroyskum fyritøkum at veita vørur og tænastur til útbygging og seinni rakstur av eini kolvetnisleið, sum liggur so nær.
Longu nú vita vit, at Føroya Tele samstarvar við Equinor um at veita samskiftistænastur umvegis Shefa 2 kaðalin eins og tað letur líknandi tænastur til fleiri aðrar oljuleiðir eystan fyri Føroyar.
Hugsandi er, nú Rosebank liggur nærri Føroyum enn týðandi veitarar í Skotlandi, at føroyskir veitarar kunnu gera seg galdandi eins og Føroya Tele. T.d. kann hugsast manningarskifti í føroyskari havn og flogflutningur til útlandið fyri bert at nevna eitt dømi. Skansi Offshore, sum fyri tað mesta hevur arbeitt í norskum sjógvi, fer uttan iva at bjóða seg fram á Rosebank leiðini um nøkur ár. Kann tað hugsast, at oljuhavnin á Skálafjørðinum eisini fer at bjóða seg fram? Livst so spyrst.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 29. september 2023
Tríggir rúmdarfarar lendu í dag trygt í Kasakstan
Mikudagin lendu tríggir rúmdarfarar trygt aftur á jørðini eftir at hava verið úti í altjóða ISS rúmdarstøðini í eitt hálvt ár meira enn ætlanin var frammanundan.
Hetta tí at rúmdarhylkið, sum skuldi føra teir tríggjar, russararnar Sergej Prokopjev og Dmitrij Petelin og amerikanaran Francisco Rubio, fekk skaða av onkrum leysum luti í rúmdi, sum rakti rúmdarhylkið.
Teir vórðu sendir upp við russisku Soyuz MS-22 rakettini 21. september í fjør, og ætlanin var, at teir skuldu venda aftur til jørðina einaferð á vári 2023. Men ikki fyrr enn nú eydnaðist tað at venda heimaftur eftir at Soyuz MS-23 hevði sent eitt nýtt hylki út.
Rúmdarferð teirra tók sostatt 370 dagar. Tað er ikki tað longsta ein russari hevur verið úti í rúmdini, men Francisco Rubio er nú tann amerikanski austronauturin, ið hevur uppihildið sær longst í rúmdini.
Nú er tað danski rúmdarfarin, Andreas Mogensen, ið er ovasti á altjóða rúmdarstøðini.
Amerikanski astronauturin Frank Rubio (Mynd: EPA)
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 27. september 2023
Kvinnulandsliðið tapti 1-0 móti Kýpros í vikuni
Føroyska kvinnulandsliðið royndi seg týsdagin í øðrum dysti í Nations League-kappingini.
Hesaferð varð spælt á útivølli móti Kýpros, og hetta var dysturin, har kvinnurnar skuldu reisa seg eftir tepra 1-0 tapið móti Montenegro fríggjakvøldið.
Okkara komu nógv betur frá byrjan enn fríggjakvøldið og fingu hótt nakað, men mál bleiv tað ikki til.
Málleyst var í steðginum.
Í seinna hálvleiki tók Kýpros nakað yvir, og hóast okkara royndu so eydnaðist ikki. Tá so Kýpros fekk eitt skjótálop í 65. minutti, og verjan hjá okkum ikki kláraði at fylgja við, kundi Antri Violari leggja heimaliðið á odda 1-0.
Føroyar leiktu seinastu fimm minuttirnar uttan liðskiparan. Ásla Johannesen fekk sítt seinna gula kort í 85. minutti og varð send av vøllinum.
Samanlagt var Kýpros farligara liðið við 12 skotroyndum ímóti fýra hjá Føroyum.
Síðst í oktober skal kvinnulandsliðið aftur í eldin, tá tikið verður ímóti Aserbadjan og Kýpros.
Kýpros - Føroyar 1-0 (0-0)
65' Antri Violari 1-0
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 26. september 2023
Mál frá Hans Jákupi Lervig og Gunduri Petersen tryggjaðu sigurin, og nú er ÍF framman fyri AB
Sera týdningarmikil dystur í botnstríðnum var sunnudagin í Fuglafirði, har ÍF vann sín fyrsta sigur síðani á ólavsøku. Dysturin millum ÍF og AB endaði 3-1.
Málini hjá sperda heimaliðnum komu stutt fyri hálvleik. Í 32. minutti legði eyðsýndi Dánjal á Lakjuni væl innfyri úr høgru, og við aftaru stong var Hans Jákup Lervig púra leysur og setti høvdið á.
Seks minuttir seinni setti Gundur Petersen pannuna eftir horna og bóltin flott í málið.
ÍF var á vinnarakós , men í 57. minutti minkaði útiliðið um munin. Brotsspark varð dømt móti Jóhann Højbro, og Brian Jakobsen skoraði trygt.
Møguleikarnir hjá AB fingu eitt skot fyri bógvin, tá Ragnar Skála í 73. minutti fyri seinnu ferð fekk gult kort fyri film.
ÍF helt fast og økti enntá um munin við enn einum máli frá Gundurii Petersen í 89. minutti, og er nú frammanfyri AB og nærri bjargingini.
23. umfar í Betri deildini
ÍF - AB 3-1 (2-0)
32' Hans Jákup Lervig (Dánjal á Lakjuni) 1-0
38' Gundur Ellingsgaard Petersen (Karl Løkin) 2-0
57' Brian Jakobsen (brotsspark) 2-1
89' Gundur Ellingsgaard Petersen (Elias Lervig) 3-1
TB - KÍ 1-5 (1-1)
03' Rógvi Joensen 1-0
15' Vegard Forren 1-1
51' Mads Mikkelsen (Patrick da Silva) 1-2
66' Odmar Færø (Árni Frederiksberg) 1-3
80' Árni Frederiksberg br. 1-4
84' Jákup B. Andreasen (Mads Mikkelsen) 1-5
B68 - EB/Streymur 2-2 (1-2)
11' Aleksandur Jensen 1-0
26' Gutti Dahl-Olsen 1-1
36' Bergur Poulsen (Gutti Dahl-Olsen) 1-2
78' Alex Mellemgaard br. 2-2
Víkingur - 07 Vestur 3-1 (1-0)
20' Sølvi Vatnhamar (Ari Olsen) 1-0
55' Jasper van der Heyden (Janus Samuelsen) 1-1
74' Martin Klein (Ari Olsen) 2-1
91'+ Sølvi Vatnhamar 3-1
B36 - HB 0-0
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 24. september 2023
Útiliðið var greitt omaná á Eiði mikukvøldið, og nú øll liðini hava fýra dystir eftir, hevur KÍ níggju stig niður til B36 á øðrum plássi
Ein dystur í Betrideildini hjá monnum var á skránni mikukvøldið. Talan var um ein útsettan dyst frá 17. umfari. KÍ vitjaði á Eiði og kundi taka eitt stórt fet móti triðja FM-heitinum á rað.
Hetta gjørdi KÍ eisini við 2-0 sigri. Útiliðið setti seg beinanvegin á dystin móti skerda EB/Streyma-liðnum, og skapti nógvar góðar støður, umframt stórar málmøguleikar, gjøgnum dystin.
EB/Streymur hevði ikki nógv at bjóða uppá frameftir, men stríddist væl ímóti. Hóast tað eingin ivi var um munin samanlagt, so kunnu teir á heimaliðnum iðra seg um, hvussu KÍ kom á odda eftir 35 minuttir. Tað sá út til, at Rógvi Egilstoft átti málspark, men Árni Frederiksberg fekk hornaspark í høgru og sendi tað beint í pannuna á heldur fría Odmari Færø. Annar dysturin á rað at júst hetta samstarvið í hesari støðuni gevur mál, og triði dysturin a rað at “Árnaspark” endar við leiðslumáli til KÍ.
Oddaliðið leitaði eftir seinna málinum, og fekk tað í 73. minutti. Patrick Da Silva dribblaði flott framvið tveimum í vinstru og legði av baklinjuni út frá til púra fría Jóannes Kalsø Danielsen. Høgri bakkurin skoraði “sum vanligt” móti EB/Streymi.
0-2 og so hendi ikki nógv afturat - fleiri ungir mans hjá báðum liðnum komu á vøllin seinastu løtuna. EB/Streymur hevði tá eyga á heimadystinum móti TB sunnudagin, ið so at siga kann tryggja liðnum sæti í deildini í 2023.
KÍ helt málið reint fyri fyrstu ferð í seinnu hálvu - og vann fyri fyrstu ferð í grønum. Liðið hjá Magna Hoseth kann tryggja sær meistaraheitið sunnudagin. Kravið er eitt betri úrslit móti ÍF á heimavølli, enn B36 fær í Sarpugerði móti Víkingi.
Betrideildin - útsettur dystur frá 17. umfari
Mikudagin 27. september á Eiði
EB/Streymur - KÍ 0-2 (0-1)
36’ Odmar Færø (Árni Frederiksberg) 0-1
74’ Jóannes Kalsø Danielsen (Patrick Da Silva) 0-2
Støðan eftir 23. umfar:
1. KÍ 62 stig (23 dystir)
2. B36 53 stig (23 dystir)
3. HB 48 stig (23 dystir)
4. Víkingur 48 stig (23 dystir)
5. 07 Vestur 34 stig (23 dystir)
6. EB/Streymur 21 stig (23 dystir)
7. B68 20 stig (23 dystir)
8. TB 16 stig (23 dystir)
9. ÍF 15 stig (23 dystir)
10. AB 13 stig (23 dystir)
Leygardagin 30. september
Klokkan 17: 07 Vestur - AB
Klokkan 20: HB - B68
Sunnudagin 1. oktober
Klokkan 15: KÍ - ÍF
Klokkan 15: TB - EB/Streymur
Klokkan 15: Víkingur - B36
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 27. september 2023
Danska sjónvarpsstøðin hevur rættindini til Conference League í danska ríkinum, og harvið eisini skyldu at framleiða dystirnar. Hetta fevnir um KÍ, sum spælir á Tórsvølli hóskvøldið
- Vit gjørdist varug við hetta, tá tað sá út til, at Viaplay kundi enda í somu støðu. Um KÍ var komið í play-off í Champions League, skuldi Viaplay framleitt dystin í Føroyum, tí Viaplay hevur rættindini til tí kappingina. Hvørki vit ella Viaplay vóru varug við hesa støðuna í summar, greiðir John Hansen frá.
Redaktiónsstjórin á TV2 hevur tosað við BT í sambandi við heldur serligu støðuna, sum danska sjónvarpsrásin er endað í. TV2 hevur rættindini til at vísa dystirnar í bólkaspølunum í bæði Europa League og Conference League í Danmark. At rásin hevur keypt rættindini frá UEFA merkir eisini, at TV2 skal framleiða dystirnar, sum eru á danskari jørð.
Í avtaluni stendur "Kingdom of Danmark". Og her kemur KÍ inn í myndina. Føroyar eru jú partur av hesum danska ríkinum, og tí hevur TV2, umframt at framleiða dystirnar hjá FC Nordsjælland, eisini skyldu at framleiða dystirnar hjá KÍ.
- Tað er ikki ein støða, ið vit hava verið í fyrr, tí einki føroyskt lið hevur verið í einum bólkaspæli áður (...) hetta er ógvuliga spennandi fyri Føroyar, og eitt lítið ævintýr sum man er í gongd við har uppi, sigur John Hansen.
Hann staðfestir eisini, at TV2 fær góða hjálp til framleiðsluna frá Kringvarpi Føroya. Tey samstarva, men at framleiða KÍ-dystirnar í bólkaspælinum verður heldur dýrari enn vanligt hjá TV2, m.a. tí lyklalutir og lyklapersónar skulu til Føroya í samband við framleiðsluna.
KÍ spælir tann fyrsta av trimum heimadystunum í Conference League-bólkaspælinum á Tórsvølli hósdagin 5. oktober, tá franska stórfelagið Lille vitjar. Framleiðslulið frá TV2 verður til staðar, og dysturin verður at síggja á rásini TV2 Sport X og stroymingartænastuni hjá TV2, TV2 Play. Dysturin sæst ikki á føroyskari rás.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 26. september 2023
Runavíkingar hava tryggjað sær uppflyting næsta ár, men tað verður ikki við Sámali Erik Hentze á síðulinjuni
NSÍ hevur longu tryggjað sær uppflyting í bestu deildina hjá monnum næsta ár, hóast fýra dystir eru eftir. Men tað verður ikki við Sámali Erik Hentze á síðulinjuni, nú runavíkingar aftur verða í Betri deildini.
Felagið boðar á heimasíðuni frá, at sáttmálain gongur út eftir hetta kappingarárið, og partarnir eru samdir um, ikki at leingja sáttmálan til næsta kappingarár.
Eisini er avgerð tikin um, at Sámal Erik Hentze heldur ikki stendur á odda fyri NSÍ seinastu fýra dystirnar í ár.
Christian Høgni Jacobsen hevur ábyrgdina av besta mansliðnum restina av kappingarárinum.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 27. september 2023
Føroyski landsliðsspælarin kom inn seint í dystinum móti Derry og tryggjaði Sligo trý týðandi stig í írska botnstríðnum. Sí málið her
Besta írska deildin er farin inn í avgerandi tíðarskeiðið, og farna vikuskiftið fekk Sligo Rovers ein frálíkan sigur. Liðið hjá Stefani Radosavljevic er á 8. plássi og roynir at sleppa undan 9. plássinum, ið merkir upp- og niðurflytingardystir.
Derry City vitjaði. Liðið, sum sendi HB út úr Conference League í summar, var favorittur. Derry er á 2. plássi í Írlandi, og kundi við sigri veruliga nærkast oddaliðnum Shakrock Rovers, ið ógvuliga óvæntað spældi javnt móti botnproppinum UC Dublin.
Derry City var á Tórsvølli í summar. Har endaði tað 0-0. Í Derry vann heimaliðið 1-0 og sendi harvið HB út (Mynd: Sverri Egholm)
Stefan Radosavljevic sum HB'ari á Tórsvølli. Hann skifti til Derry fyrr í ár (Mynd: Sverri Egholm)
Tað var málleyst í Sligo eftir 77 minutti. Tá kom Stefan Radosavljevic á vøllin, og í sama minutti fekk Ronan Boyce hjá Derry eitt ógvuliga býtt seinna gula kort.
Heimaliðið leyp á í yvirtali, og í 84. minutti kom innlegg úr vinstru. Stefan hevði runnið seg frían við aftaru stong, og við lærinum beindi tvøramaðurin bóltin í málið - spælararnir hjá Derry vildu vera við, at hann nýtti hondina.
1-0 sigurin merkir, at Sligo í løtuni er níggu stig frá níggjunda plássinum. Liðið hjá 23-ára gamla føroyska landsliðsspælaranum hevur fimm dystir eftir at spæla.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 23. september 2023
Og Jóannes Bjartalíð legði upp til hitt málið í sigrinum á Ranheim farna vikuskiftið. Liðið hjá Mikkjali Thomassen er harvið nærri upflytingini
Tað gongur væl hjá føroyingafelagnum Fredrikstad í Noregi. Liðið við Mikkjali Thomassen sum høvuðsvenjara og Brandi Hendriksson Olsen og Jóannes Bjartalíð í hópinum er greitt oddalið í næstbestu norsku deildini. Eftir dystin - og sigurin - farna leygardag eru bert seks umfør eftir, og tíggju stig eru niður til 3. plássið.
Fyrsta og annað plássið geva beinleiðis uppflyting, og hetta var sætti dystur á rað uttan ósigur hjá Fredrikstad.
Ein tími var spældur, tá Brandur Hendriksson Olsen legði Fredrikstad á odda. Hetta var fyrsta málið hjá skálvíkinginum í Frederikstad. Hann nýtti fyrstu mánaðirnar í felagnum at koma fyri seg eftir krossbandsskaða.
Løtu seinni varð Brandur skiftur út, og í 72. minutti økti Sondre Sørlokk um munin fyri Frederiksstad. Tað var Jóannes Bjartalíð, ið spældi allan dystin, sum legði upp.
Ranheim minkaði um munin løtu síðani við brotssparki, og tað endaði 2-1.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 23. september 2023
19-ára gamli føroyski miðvallarin spældi móti Silkeborg mikudagin. Hann hevur seinastu árini verið í FC Midtjylland, og er nú liðfelgi við Daniel Johansen í triðbestu donsku deildini
Heini Fossdalsa Sørensen fór tíðliga til Danmarkar at roynda fótbóltseydnuna. Hann vísti síni evni í HB í barnaárunum og hevur seinastu stóru fimm árini stríðst og staðið seg væl í ungdómsdeildini FC Midtjylland.
Seinastu tíðina spældi Heini tó ikki eins nógv, og skaðar hava eisini lagt meinbogar í vegin. Sáttmálin, sum gekk út í summar, varð ikki longdur, og síðani hevur føroyski U21-landsliðsspælarin leitað eftir felagið.
Nú er avtala komin uppá pláss við Thisted FC í Norðurjútlandi.
- Ungi føroyingurin fer at styrkja hópin við sterkum fysiskum framkomuskapi og góðum yvirblikki frá miðvallaraplássinum, skrivar felagið.
Harvið er Heini nú liðfelagið við Daniel Johansen. Vinstri bakkurin skifti úr HB í summar. Daniel spældi mikudagin ein hálvleik í steypadystinum móti Silkeborg. Superligafelagið vann 3-1. Heini Sørensen kom inn í 74. minutti, og fekk harvið sínar fyrstu minuttir fyri Thisted. Samstundis kom ein annar ungur miðvallari inn: Emil Seedorf Sørensen sum í eitt ár var knýttur at AB í Føroyum.
Thisted er í løtuni nummar níggju av teimum tólv liðunum í 2. Division, sum er triðbesta deildin í Danmark. Næsti dystur er leygardagin á útivølli móti Hørði Askham og AB.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 28. september 2023
Hetta er fyrsta føroyameistaraheitið hjá felagnum. Tað kom til høldar hóskvøldið, tá tættasti kappingarneytin, KÍ, tapti. U21-dreingirnir fáa steyp handað í Sørvági mánadagin
Fremsta mansliðið hevur vunnið 1. deild (næstbestu deildini) nakrar ferðir, og í 2017 vunnu U14-genturnar hjá 07 Vestur steypakappingina.
Steypaskápið í Sørvági er tó ikki so fylt, men tað henda spennandi ting í fótbóltsumhvørvinum í Vágum. Hóskvøldið varð fyrsta føroyameistaraheitið í 16-ára søgu 07 Vesturs staðfest.
U21-liðið hevur havt eitt heilt gott kappingarár. Vágamenn hava vunnið tólv av sínum 17 dystum higartil. Mánakvøldið spældu 07 Vestur og KÍ 3-3 javnleik í Klaksvík í oddadystinum.
KÍ javnaði í yvirtíðini og syrgdi harvið fyri, at 07 Vestur ikki gjørdist meistari júst tað kvøldið. Hóskvøldið tapti KÍ tó fyri NSÍ, og harvið er FM í hús hjá 07 Vestur.
Seinasta umfar er á skránni mánakvøldið. Tá tekur 07 Vestur móti HB, og fær steyp og gullkrónur handað í Sørvági.
Símun Joensen er venjari hjá 07 Vestur. Á liðnum eru millum annað fleiri spælarar, sum longu gera vart við seg á besta liðnum eisini. Javnsettur toppskjútti í deildini er, sambært Faroesoccer, 17-ára gamli Julian Mouritsen. Hann hevur eisini skorað fyri 07 Vestur í fremstu røð.
Julian var ein av teimum mongu, sum í fjør spældi á U17-liðnum, ið endaði við silvurheiðursmerkjum í steypakappingini og landskappingini. Eisini eru nakrir U-landsliðsspælarar í hópinum.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 29. september 2023
Neistakvinnur vunnu við 15 málum og skoraðu heili 39 ferðir móti EB. European Cup-liðið er nú aftur einsamalt oddalið í SMS-deildini
Síðsta vikuskifti var talan um stórt evropeiskt drama hjá Neistanum, ið vann seg víðari í Litava eftir brotskastskapping. Hóskvøldið var heimadystur í SMS-deildini móti EB á skránni. Har var eingin slingur í valsinum. Tað endaði 39-24 til liðið hjá Ricardo Oliveira, sum spældi skjótt og væl.
Neistin kom á odda 6-1, og EB, sum fyri kortum vann á H71, kom ongantíð veruliga inn í dystin. Fyrstu 17 minuttirnar var tað ógvuliga tungt hjá útiliðnum at skora, og samstundis var álopið hjá Neistanum effektivt.
Áðrenn steðgin høvdu tær í bláum skotið 21 mál og vóru á odda við átta málum. Tær hildu á í 2. hálvleiki við sannførandi avrikinum. Móti endanum vóru nógvar útskiftingar gjørdar.
Neistin vann við 15 málum og staðfesti sína støðu sum besta liðið í kappingini higartil. Sum heild hevur talan verið um frálíka byrjan í 2023/2024 hjá neistakvinnum: Tríggir sigrar av trimum møguleikum í landskappingini og víðari luttøku fyri fyrstu ferð í Evropa.
SMS-deildin 3. umfar
Hóskvøldið 28. september
Neistin - EB 39-24 (39-24)
Toppskjúttar: Bjørk Franksdóttir Joensen 11 mál, Anna Sigrunardóttir Mikkelsen 9 mál - Nukaaka Petrussen Lyberth 9 mál
Komandi dystir, SMS-deildin:
Sunnudagin 1. oktober kl. 13.30: Stjørnan - EB (KÍ-høllin)
Sunnudagin 1. oktober kl. 14: StÍF - H71 (Høllin á Skála)
Sunnudagin 1. oktober kl. 14: Kyndil - VB (Høllin á Hálsi)
Sunnudagin 1. oktober kl. 14: VÍF - Neistin (Høllin í Vestmanna)
Komandi dystir, Burn-deildin (menn):
Sunnudagin 1. oktober kl. 16: VÍF - Neistin (Høllin í Vestmanna)
Sunnudagin 1. oktober kl. 16: StÍF - H71 (Høllin á Skála)
Sunnudagin 1. oktober kl. 18: Team Klaksvík - KÍF (Badmintonhøllin)
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 28. september 2023
Neistakvinnur vóru stinnari í Litava leygarkvøldið. Tær vunnu við trimum málum eftir vanliga leiktíð og 2-1 í brotskastskappingini og skulu harvið í triðja umfar
Tað gjørdist stórt drama í Kaunas í Litava leygarkvøldið, har Neistin og Garliava stríddust um víðari luttøku í EHF European Cup. Tað stóð á jøvnum samanlagt til síðsta “umfar” í brotskastskappingini.
Heimaliðið hevði vunnið við trimum málum dagin fyri, men neistakvinnurnar kendu, at tær vóru væl við og gott kundu vunnið dystin.
Og soleiðis var leygardagin. Talan var um javnan dyst, har Neistin var á odda 13-12 í steðginum, og kundi havt avgjørt tað samanlagt, sum dysturin leið. Tær vendu tí tó frá fyrra dystinum, tað endaði 23-20 - neyðugt varð við brotskøstum.
Verjan og málverjarnir stóðu væl fyri Neistan, og í álopinum gingu Maria Pálsdóttir Nólsoy og Bjørk Franksdóttir Joensen aftur á odda. Tær 19-ára gomlu skutu sjey mál hvør.
Maria skoraði seinasta málið í vanligu leiktíðini fyri Neistin - í brotskastskappingini skoraðu bert Bjørk og Sólbjørt Høj av teimum fimm skjúttunum. Hetta var kortini nóg mikið. Silja Arngrímsdóttir Müller og Yui Shibuya í málinum gjørdu sítt, og nervar darvaðu vertirnar.
Neistin feldi favorittarnar, og fekk flott evropeiskt úrslit. Annað umfar er á skránni í oktober, og tá skal havnarfelagið aftur royna seg.
European Cup 1. umfar, seinni dystur
Kaunas, Litava - leygardag 23. september
Neistin - Cascada HC Garliava 25-21 eftir brotskøst (23-20) Samanlagt yvir tveir dystir: 50-49
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 23. september 2023
H71 vann dystin sunnudagin, men stóra tapið fríggjakvøldið gjørdi, at tað bleiv eitt samlað tap, og hoyvíkskvinnur eru varpaðar úr kappingini
Tveir dystir gjørdist tað til hjá hoyvíkskvinnum, sum um vikuskiftið hava roynt seg í European Cup í Erice.
H71 tapti 17-27 í fyrra dystinum móti italska Erice fríggjadagin, og tí var trupult at koma aftur í seinna dystinum leygardagin.
H71 vann seinna dystin 35-32 við einari hálvleiksstøðu upp á 17-14, men samlað yvir teir báðar dystirnar vann Erice 59-52.
Lukka Arge gjørdist toppskjútti hjá hoyvíkskvinnum sunnudagin við ellivu málum.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 24. september 2023
Peter Conrad Grove sum hevur verið høvuðsvenjari hjá StÍF síðani august, er longu givin aftur
Tað var ikki leingi, at danin Peter Conrad Grove var høvuðsvenjari hjá besta mansliðnum hjá StÍF.
StÍF boðaði í vikuni frá, at Peter Conrad Grove hevur sagt seg úr starvi sum høvuðsvenjari. Hann hevur eisini tikið sær av øllum dreingja liðnum hjá felagnum, og eisini í hesum starvi gevst Peter Conrad Grove.
Avtalað er gjørd við Mads Lindkvist um, at hann beinanvegin tekur ábyrgd av mansliðnum og øllum dreingjaliðunum inn til nevndin hevur funnið eina varandi loysn so skjótt til ber. Mads Lindkvist hevur verið hjálparvenjari hjá mansliðnum síðan august.
Mads hevur drúgvar og fjølbroyttar royndir sum venjari.
Í fyrstu trimum dystunum í Burn-deildini í ár hevur tað ikki hilnast væl hjá strandingum, sum hava tapt allar tríggjar, og liggja aftast í deildini við ongum stigi.
Sunnudagin klokkan 16 koma hoyvíkingar á vitjan.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 27. september 2023
Fleyr byrjaði flogbóltsárið við at vinna bæði stórsteypið hjá bæði kvinnum og monnum
Kvinnurnar hjá Fleyr løgdu fyri ímóti greiðuvinnarunum frá SÍ. Her vóru kvinnurnar úr Havn greitt við yvirlutan ímóti einum rættuliga ungum og skerdum SÍ liðið. Frágongdin hjá SÍ hevur verið stór, og nýggi brasilski venjarin hjá SÍ, Cristiano Rodrigues Campos, hevur eina munandi uppgávu fyri framman.
Dysturin endaði 3-0 til Fleyr við settmununum 25-14, 25-9 og 25-16.
Hjá monnunum var tað helst nakað óvæntað eisini Fleyr, sum vann. Fleyr hevur haft nakað av frágongd síðani síðsta ár, men á vøllinum sunnudagin vóru báðir argentinsku venjararnir hjá felagnum, Gabriel Aramayo og Esteban Martinez við.
Mjølnir hevur eisini haft frágongd, men fær í komandi viku munandi styrk av Mateusz Pazgan og Bartłomiej Grzegorzewski, sum báðir koma úr Polandi. Spennandi verður at fylgja Mjølnir liðnum, eftir at nýggju leikararnir eru komnir.
Dysturin endaði 3-0 til Fleyr við settmununum 26-24, 25-13 og 25-21.
Øll inntøkan frá dystunum fer til Títt Rúm hjá Bláa Krossi.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 24. september 2023
--
Konfirmantar í Vesturkirkjuni 1. oktober kl. 11
Prestur: Bergur D. Joensen
Embla Bjarkhamar, Fjalsgøta 50. Dagurin hildin á Panorama á Hotel Hafnia frá kl. 15-20.
Hans Dávur Edmundsson Djurhuus, Jøkulstræti 2b. Dagurin hildin í Deyvafelagnum, Íslandsvegur 10b, frá kl. 15.
Ria Egilstoft, Landavegur 13,. Dagurin hildin í Handverksdeplinum, Stoffalág 60, frá kl. 17.
Bárður Elisson, Sólteigur 2,. Dagurin hildin á Hotel Føroyum frá kl. 14.
Bjarni Thomasson Hansen, Varðagøta 39. Dagurin hildin í KFUK, Varðagøta 9, frá kl. 16.
Mikkjal Franksson Joensen, Torsteinsgøta 2,. Dagurin hildin heima frá kl. 17.
Louis Durhuus Johannesen, Grønlandsvegur 60. Dagurin hildin í Oasuni, Kirkjustræti 4, frá kl. 16.
Brestir Hultgren Magnussen, Ísaksgøta 1, 188 Hoyvík. Dagurin hildin í Frøðishøllini í Kvívík frá kl. 16.
Teresa Eysturtún Petersdóttir, undir Gráasteini 70b. Dagurin verður hildin heima frá kl. 15.
Sirið Láberg Petersen, Vilhelmstrøð 8. Dagurin hildin í Odd Fellow, Grønlandsvegurin 56, frá kl. 16.
Bjørk Rasmussen Rimestad, Varðagøta 42,. Dagurin hildin í Skeiva Pakkhúsi, Skálatrøð 11, frá kl. 17.
Rógvi Seyer, Reynsgøta 57, Argir. Dagurin hildin yviri við Strond 15, Tórshavn, frá kl. 17.
Uni Seyer, Reynsgøta 57, Argir. Dagurin hildin yviri við Strond 15, Tórshavn, frá kl. 17.
Armgarð Sigurðsdóttir, Gæsugøta 4. Dagurin hildin: Bridgehúsið í Gundadali frá kl. 17.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 25. september 2023
--
Konfirmantar í Hoyvíkar kirkju 17. sunnudagur eftir trinitatis 1. oktober, kl. 11
Prestur: Bergtórur Hjelm Bjarkhamar
Anna Sofía Bjarnastein Højsted, oman Hoydalar 25. Konfirmatiónin verður hildin millum Gilja 48 frá kl 17.
Bjørg Debes Fjallsbak, Lýðarsvegur 17. Opið hús frá kl 17.
Maria Poulsen, Einarsgøta 2. Dagurin verður hildin í hølinum hjá Tórshavnar bátafelag, Bryggjubakki 20 frá kl. 15.30.
Mirjam Sunadóttir MacIntosh, Jørundagøta 50. Dagurin verður hildin í Kirkjukjallaranum í Hoyvíkar kirkju frá kl. 17.
Silja Hovgaard, Kirkjustræti 35. Dagurin verður hildin í Kafe Olivia, Áarvegur 5 frá kl. 15.
Baldur Báruson Persson, Maritugøta 77. Opið hús frá klokkan 17.
Bárður Djurhuus Thorsteinsson, Einarsgøta 10. Opið hús frá kl. 17.
Elias Akselsson Apol, Jóansgøta 19. Opið hús frá kl. 17.
Hóri Birnason Hansen, Niðaragøta 13. Opið hús frá kl.16.
Jóannes Lindenskov Hansen, Pætursgøta 2. Opið hús verður í Starvsfelagnum, J.H. Schrøtersgøta 9, frá kl. 17.
Niclas Abelsen Andresen, Bertugøta 5. Opið hús í B36-húsinun frá kl. 17.
Nóa Hovgaard Olsen, Hákunargøta 24. Dagurin verður hildin í Broncks í Jónas Broncksgøta 17 frá kl. 16.
Rasmus Terjason Sørensen, við Myllutjørn 28. Opið hús á Hotel Brandan frá kl. 17.
Silas Mouritsen, Sivjugøta 11. Opið hús í kantinuni í Hoyvíkshøllini frá kl. 16.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 25. september 2023
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald