Lat aftur Yvirlit list articles in edition

Leygardagur 07. oktober 2023 | Nr. 40 | Árgangur 4 | Kr. 0,00

Søguligt stig á Tórsvølli

SíÐa 44

1 Leygardagur 07. oktober 2023

Góðan lesihug og gott Vikuskifti

Nýggj útgáva hvønn leygarmorgun kl. 7

Oddagrein

Heilt nýggir tónar úr Danmark

Nýggir tónar vóru at hoyra frá danska statsministaranum tá danska fólkatingið varð sett nú fyrsta týsdag í oktober.

Sonevndi ríkisfelagsskapurin varð í setanarrøðuni viðgjørdur við heilt øðrum orðum, enn vit fyrr hava hoyrt frá donskum stjórnarleiðarum.

Tað vóru annars nógv sambandsfólk, sum fingu ólavsøkusnapsin skeivt í hálsin í 2012, tá táverandi sambandsløgmaður, Kaj Leo Holm Johannesen, í síni ólavsøkurøðu segði hesi óvæntaðu orðini: “Tað verður neyðugt at skipa okkara ríkisfelagsskap av nýggjum. Eg droymi um ein ríkjafelagsskap við trimum sjálvstøðugum londum”.

Nú týsdagin segði Mette Frederiksen: “Jeg tror, vi alle her i Folketinget skal indstille os på, at rigsfællesskabet mere og mere minder om det, vi kender fra andre politiske sammenhænge.” Og “... så længe vi har et rigsfællesskab. ... . Så skal det være et ligeværdigt samarbejde mellem tre lande, tre folk, tre regeringer.”

Hetta er jú fleirtalsformurin fyri ríkisfelagsskapurin, sum Kaj Leo løgmaður droymdi um fyri gott ellivu árum síðani.

Heilt nýggir tónar, tí undanfarnir statsministarar ongantíð fyrr hava givið okkum og grønlendingum lyfti um broytingar uttan við fyrivarni. Tað hevur higartil altíð verið eitt “men” fyri at tryggja teimum móti lóggávuni, donsku lóggávuni, og serliga grundlógini.

Í røðuni hjá Mette Frederiksen vóru ongi fyrivarni at hóma. Tað var eitt lyfti um at hevja øll londini upp á sama støði – sum javnbjóðis partar.

Nú verður spennandi at fylgja við, hvat henda fráboðanin frá donsku javnaðaroddakvinnuni fær av týdningi fyri okkara ríkisrættarligu støðu. Er tað kanska so galið, at hon hevur punkterað føroyska fullveldisneistan, ið annars ikki er serliga gløðandi fyri tiðina?

Tí orð hennara kunnu ikki fatast sum annað enn ein innbjóðing til skipan av nýggjum samstarvi.

Sambandsflokkurin hevur sagt, at ríkisfelagsskapurin skal endurnýggjast. Nú bíða vit so at fáa at vita, hvat flokkurin meinar við, tá tey tosa um ríkisfelagsskapin, versjón 2.0.

Tí nú hevur samríkjavongurin – ikki minst Sambandsflokkurin – fingið eina stóra avbjóðing frá sjálvum statsministaranum. Og hon má fáa at vita, hvat tað er, sum føroyingar vilja.

Samríkjavongurin skal eyðvitað ikki roknað við at fáa hjálp frá fullveldissíðuni. Tí tey fara ikki at taka væl ímóti hesi innbjóðing. Tjóðveldi hevur jú søguliga ongantíð verið áhugaður at fara í nakað samstarv við Danmark. Av ótta fyri ikki at sleppa burturúraftur, vælsaktans.

Helst er tað tann vaksandi tjóðskaparkenslan í Grønlandi, sum er orsøk til nýggju tónarnar frá donaku stjórnini. Ein ássanan av, at stórur vandi er fyri at missa Grønland, um tað ikki hendir okkurt í viðurskiftunum millum londini í ríkinum.

Viðvíkjandi Føroyum er veruleikin tann, at felagsskapurin er tømdur fyri innihald. Har er ikki annað eftir enn tey mest grundleggjandi málsøkini, tey, ið halda saman upp á núverandi ríkisfelagsskapin, so sum rættarverk løgregla, verja og trygd.

Men er tað veruliga so, at Mette Frederiksen leggur upp til at skipa tjóðirnar í danska ríkinum eins og Commonwealth er skipað, og at tað so at siga ikki nýtist at vera annað enn kongshúsið, sum knýtir okkum saman, so er tað veruliga áhugavert og perspektiv í tí.

Kunnu Føroyar fáa sjálvstýri í danska ríkinum eins og til dømis Kanada og Avstralia hava undir bretsku krónuni, so er tað veruliga áhugavert. Tað er 56 lond í Commonwealth, og øll teirra eru limir í Sameindu Tjóðum. Onkur av hesum londum eru nógvar ferðir minni enn Føroyar í fólkatali, til dømis Tuvalu og Nauru í Kyrrahavinum. Saint Kitts & Nevis hevur nakað tað sama fólkatalið sum Føroyar. So støddin er ikki ein spurningur, tá tað kemur til ST-limaskap.

Egin flaggstong uttan fyri ST-høvuðsborgina í New York, og harvið fullir møguleikar at fáa limaskap í altjóða felagsskapum var jú høvuðsmálið hjá fullveldisvonginum. Hvat siga tey nú?

 

SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

  • Blaðið

    Stovnað 2020

    Útgevari: Knassar

    Upplag: 2973

    Lisnar síður: 10183

    Dagført 10. hvørt sekund
  • Samband

    tel. 20 80 80

    [email protected]



    Ingi Samuelsen

    Redaktørur

    [email protected]

    tel. 22 22 73


  • Borgar Kristiansen

    Lýsingarráðgevi

    [email protected]

    tel. 23 66 01

2 Leygardagur 07. oktober 2023

Karlot hótti við misáliti

Men tað kemur ikki í hesum umfarinum, tí hann hevur fingið lyfti frá forfólkunum í samgonguflokkunum um at hyggja eftir málinum mánadagin

(Savnsmynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Seinnapartin fríggjadagin ljóðaði at misálit fór at vera lagt fram í løgtinginum. Eitt misálit móti Dennisi Holm, landsstýrismanni í samferðslumálum.

Men tað kemur einki misálit í fyrsta umfari, tí forfólkini í samgonguflokkunum hava givið lyfti um, at tey fara at hyggja eftir hesum máli mánadagin.

Tað er Karlot Hergeirsson, tingmaður fyri Framsókn, sum hevur hótt við at leggja misálitsuppskotið fram, tí hann als ikki er nøgdur við nýggja príspolitikkin hjá Strandferðsluni.

- Eg havi fingið eina avtalu við forfólkini í samgonguflokkunum um, atr vit fara at hyggja eftir prinsippunum í prísskipanini hjá Strandferðsluni mánadagin, sigur Karlot Hergeirsson við útvarpið.

- Eg havi víst mína ónøgd við, at man brýtir eitt prinsipp við at føroyingar ikki longur eru líkastillaðir. Tað havi eg gjørt gjøgnum alla tilgongdina frá tí eg fyrstu ferð sá uppskotið. Eisini tað, at ferðaprísurin hækkar so nógv, at tað kemur at ávirka ferðavinnuna í útjaðaranum, sigur Karlot Hergeirsson.

Karlot Hergeirsson sigur, at hann ikki er tann einasti, sum er ónøgdur við skipanina. Tað hevur verið at sæð í miðlunum seinastu dagarnar, og tað eru onnur tingfólk eisini sum ikki eru nøgd.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 06. oktober 2023

3 Leygardagur 07. oktober 2023

Ongan áhuga at draga verkfallið út

Sjúkrarøktarfrøðingarnir vilja hava Fíggjarmálaráðið aftur til samráðingarborðið og hesaferð at samráðast. Tí verður verkfallið hert

(Savnsmynd: Ólavur Frederiksen / Faroephoto)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar herðir verkfallið frá mánadegnum. Verkfallið fer nú eisini at fevna um skurðambulatoriið B3 á Landssjúkrahúsinum.

Síðan mánadagin sjúkrarøktarfrøðingarnir verið í verkfalli á øllum seingjardeildum í Havn, Klaksvík og Tvøroyri. 

- Hetta verkfall var eitt neyðugt stig, eftir at Fíggjarmálaráðið seinasta hálva árið hevði noktað at flutt seg ein tumma í samráðingunum. Tey hava støðugt hildið fast í einum karmi, ið tey høvdu avgjørt frammanundan. Einum karmi, sum gevur okkara limum eina rættiliga stóra lækkan í reallønini, og sker burtur av tí vøkstri, ið vit hava vunnið okkum gjøgnum tvey drúgv verkføll, sigur Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar á heimasíðuni.

- Vit kunnu nú, eftir eina arbeiðsviku í verkfalli, staðfesta, at Fíggjarmálaráðið als ikki hevur flutt seg nærri samráðingarborðinum.

Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar sigur seg hava møguleika at vera í verkfalli í langa tíð, men siga seg hava ongan áhuga í at draga verkfallið út, ella lata tað ganga útyvir fleiri fólk enn neyðugt.

- Tí er herðanin ein roynd at fáa Fíggjarmálaráðið aftur til samráðingarborðið, og hesaferð at samráðast, heldur enn áhaldandi at diktera sama karm, ið tey hava gjørt síðan apríl, skrivar Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 06. oktober 2023

4 Leygardagur 07. oktober 2023

Føroyskur politistur ákærdur fyri blúnisbrot og at hava misbrúkt sítt starv

Hann skal sambært ákæruritinum hava brúkt sítt starv at koma í samband við tríggjar kvinnur Ákæruvaldið fer eftir fongsulsdómi

(Savnsmynd: Jens Kr. Vang)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Ríkisákærin hevur reist ákæru móti einum løgreglumanni í Føroyum fyri at hava misbrúkt sítt starv og fyri blúnisbrot.

Maðurin skal hava sett seg í samband við tríggjar kvinnur á boðtænastuni Messenger, og sagt teimum at hann skal avhoyra tær.

Tað skrivar Ritzau.

Hendingarnar fóru fram í desember í fjør.

Løgreglumaðurin skal sambært ákæruritinum hava verið eftir einari kvinnu  uttan fyri miðnámsskúlan har hon gekk, og koyrt hana heim sín, har avhoyringin fór fram.

Eisini er hann møttur upp í skeinkistaðnum Sirkus í Havn, har ein onnur kvinna var stødd.

Ákærin fer eftir fongsulsdómi til løgreglumannin.

Ákærdi maðurin noktar seg sekan.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 06. oktober 2023

5

Størv

Løgfrøðingur til Sev - endurlýsing

Meira Umsóknarfreist: 13. oktober 2024

Tvey vísindafólk ella tveir verkfrøðingar til dátuvísindi

Meira Umsóknarfreist: 15. oktober 2024

Sosialráðgevi til Barnaverndartænastuna í VEKS

Meira Umsóknarfreist: 27. oktober 2024

Nordiska ministerrådet söker Kontorschef till Vilnius

Meira Umsóknarfreist: 11. november 2024

HR-medarbetare med intresse för administrativa arbetsuppgifter

Meira Umsóknarfreist: 17. oktober 2024

Spennandi lestrarstarv á HR- og fyrisitingardeildini hjá Atlantic Airways

Meira Umsóknarfreist: 28. oktober 2024

Stjóri til Tjóðsavnið

Meira Umsóknarfreist: 01. november 2024

Nettøkningur til Elektron

Meira Umsóknarfreist: 20. oktober 2024

Samskiftisfólk til Sev

Meira Umsóknarfreist: 19. oktober 2024

Dataleiðari til Føroya Tele

Meira Umsóknarfreist: 13. oktober 2024

Fulltikin dekkari til Bakkafoss

Meira Umsóknarfreist: 16. oktober 2024

Nordiska ministerrådet söker Kontorschef till Riga

Meira Umsóknarfreist: 11. november 2024
6 Leygardagur 07. oktober 2023

Bíligari hjá oyggjabúgvum at ferðast við SSL

Prísurin hjá øðrum hækkar munandi, og fyri útlendsk ferðafólk verður prísurin í onkrum føri fleirfaldaður

Frá á nýggjárinum kostar tað suðuroyingum 60 krónur aftur og fram við Smyrli. Fyri aðrar føroyingar verður kostnaðurin 120 og fyri útlendingar 180 krónur. Bilur við førara úr Suðuroynni fer at kosta 150 krónur, allir aðrir bilar 250 krónur (Mynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

Tey, sum búgva á oyggjunum skulu rinda tað sama. Tey, sum búgva aðrastaðni í Føroyum skulu rinda tað tvífaldað. Og fyri tey, sum búgva uttanlands verður prísurin meira enn ferfaldaður.

Hetta verður galdandi fyri ferðafólk á smáu oyggjaleiðinum, tá nýggju prísirnir hjá Strandfafaskipum Landsins koma í gildi.

Fyri suðuroyarleiðina gerst tað bíligari hjá suðuroyingum at ferðast, fyri aðrar føroyingar hækkar hann við eini helvt og fyri útlendingar verður hann meira enn tvífaldaður.

Eitt sindur ymist er eisini hvussu prísirnir fyri bilar broytast.

Broytingarnar kunnu síggjast her

Hósdagin kunngjørdi Dennis Holm, landsstýrismaður við samferðslumálum nýggju prísirnar fyri strandfaraskipini, sum fáa gildi á nýggjárinum.

Grundtaknarnir fyri broytingaunum er, at tey, sum búgva á oyggjunum og bert hava sjóvegis samband til meginøkið, skulu fáa ein lætta. Tey, sum bert nýta Sam, Sildberan og hini strandfaraskipini viðhvørt, kunnu gjalda eitt sindur meir. Og tey, ið búgva uttanlands skulu rinda kostprís.

Dennis Holm vísir á, at viðvíkjandi útlendingum, so eru prísirnir skipaðir eftir sama leisti sum fyri tyrluna hjá Atlantsflogi.

Tað verður Samleikakortið hjá Talgildu Føroyum, sum verður grundarlagið undir skipanini, fyri at skyna millum oyggjabúgvar, aðrar føroyingar og útlendsk ferðafólk, tá ferðaseðlar verða keyptir.

Prísskipanin hjá Bygdaleiðum eisini broytt
Prísskipanin hjá Bygdaleiðum verður eisini dagførd. Hetta arbeiðið er ígongd, og verður nýggja prísskipanin hjá Bygdaleiðum ætlandi eisini klár at seta í verk eftir ársskiftið.

Hóast skilt verður ímillum oyggjabúgvar og aðrar føroyingar, so kunnu fólk í øðrum pørtum av landinum, sum hava fulltíðarstørv á oyggjunum, søkja um at fáa sama prís sum oyggjabúgvar, og fáa á tann hátt somu sømdir sum oyggjabúgvar.

Føroysk lesandi uttanlands fáa eisini, við at vísa galdandi lestrarkort, somu sømdir sum føroyingar, tá tey ferðast við oyggjaleiðum og bygdaleiðum.

Nýggj prísskipan og nýggjar tíðir
- Nýggja prísskipanin er tekin um nýggjar tíðir hjá Strandfaraskipum Landsins. Vanliga verður bara hugt eftir útreiðslunum hjá Strandfaraskipum Landsins og í lítlan mun eftir inntøkunum. Men við einari vaksandi ferðavinnu, sum eisini setur økt krøv, so hevur tað eisini týdning at hyggja eftir prísbygnaðinum – og kann eitt vaksandi inntøkugrundarlag frá ferðavinnuni eisini leggja lunnar undir betri tænastur, sum fólk kring alt landið eisini fáa ágóðan av, sigur Dennis Holm, landsstýrismaður. 

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 05. oktober 2023

7 Leygardagur 07. oktober 2023

Waag yvirtekur Auto Service

Starvsfólkini á Auto Service fingu boðini hósmorgunin

(Savnsmynd)
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

Enn eitt eigaraskifti er á veg í føroysku bilahandilsvinnuni.

Hósmorgunin fingu starvsfólkini, sum arbeiða hjá Auto Service undir Krákugjógv í Havn at vita, at fyritøkan er seld, og at tað er Waag, sum skal yvirtaka.

Handilin er treytaður av, at hann verður góðtikin av kappingarmyndugleikunum.

Waag er umboð fyri bilamerkini Hyundai, Renault, Dacia, Mercedes-Benz og Mitsubishi. Auto Service er umboð fyri Nissan, Peugeot, Citroën, Opel og Hongqi. 

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 05. oktober 2023

8 Leygardagur 07. oktober 2023

Heiðursbræv fyri góða byggilist

Tríggjar igloo-smáttur hjá Kára Thomsen eru settar á fýra metra høgar pallar í skógjaðaranum nærhendis Slagelse

 
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

Kári Thomsen, arkitektur, fekk í gjár, 1. oktober, heiðursbræv frá Slagelse kommune í Danmark fyri eina verkætlanina “Trætophytterne”, ið eru bygdar sum liður í frítíðarstað á niðurløgdum landbúnaðarvirki.

Knud Vincents, borgarstjóri, lat tríggjar virðislønir til byggiætlanir í kommununi í sambandi við, at fyrsti mánadagur í oktober er altjóða dagur arkitektanna, og verður brúktur til at heiðra góða byggilist kring allan heimin.

Dagurin verður eisini brúktur til at varpa ljós á nummar 11 av teimum 17 heimsmálunum hjá ST fyri burðardyggari menning. Mál 11 snýr seg um at menna býir og búsetingar inkluderandi, trygg og burðardygg.

Trætophytterne eru tríggjar av eyðkendu igloo-smáttunum hjá Kára Thomsen, ið eru bygdar sum frítíðarhús á stálpelum í fýra metra hædd á hvør sínum umleið 100 fermetra stórum palli. Hvørt húsið er góðar 34 fermetrar og innrættað til fýra sovipláss og annars øllum hentleikum til hugaligt uppihald hjá vitjandi. 

[object Object]

[object Object]


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 02. oktober 2023

9 Leygardagur 07. oktober 2023

Nettrygdin verður uppraðfest

Fyri fyrst er økið raðfest við áleið einari millión krónum, men neyðugt verður at økja játtanina munandi í næstum

 
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Í nettrygdarætlanini, sum landsstýrismaðurin við vinnumálum legði fram herfyri, fær Vinnustovnurin ein týðandi og virknan leiklut í at verja samfelagstýðandi KT-undirstøðukervi.

Dømi um samfelagstýðandi KT-undirstøðukervi kunnu vera streymveiting, fjarskifti, læknahjálp, røkt, radiosendikervi, pengaflutningur, flutningur á landi, sjógvi og loftvegis, skattainnkrevjing, tinglýsing, skipaskráseting o.s.fr.

Um hesar, og aðrar týðandi skipanir, ikki virka, verður virkisførið í landinum munandi skert, og tá kunnu bæði mannalív og stór virði vera í vanda.

Nøkur av fyrstu átøkunum í nettrygdarætlanini eru tí neyvari at kortleggja samfelagstýðandi KT-undirstøðukervi, og at skipa eina nøktandi tilbúgving, til tess at styrkja mótstøðuførið móti nettrygdarvandum.

Fyri fyrst er økið raðfest við áleið einari millión krónum. Henda játtanin er ætlað til at byrja arbeiðið, m.a. at fyrireika eina nettrygdarlóg, men neyðugt verður at økja játtanina munandi í næstum.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 01. oktober 2023

10 Leygardagur 07. oktober 2023

Føroya Lærarafelag: Nei takk til vetrarfrí

Nevndin er púra samd, skrivar Skúlablaðið. Ætlanin hjá landsstýrismanninum hevur verið viðgjørd í lærarafelagnum, og Eyðbjartur Skaalum og hini hava fleiri grundgevingar ímóti henni

- Vetrarferia fer at hava við sær, at vit ikki bara hava eina viku, har vit eru burtur. Tað verða kanska 10 dagar, har næmingar ikki eru til staðar, sum eisini hevur við sær, at undirvísinging verður óstøðug, skrivar Eyðbjartur Skaalum m.a. (Mynd: Jens Kr. Vang)
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

- Vetrarferia fer at hava við sær, at vit ikki bara hava eina viku, har vit eru burtur. Tað verða kanska 10 dagar, har næmingar ikki eru til staðar, sum eisini hevur við sær, at undirvísinging verður óstøðug, tí so nógvir næmingar mangla í flokkinum.

Hetta skrivar Eyðbjartur S. Skaalum, nevndarlimur í Føroya Lærarafelag, á skulabladid.fo. Tað er í samband við viðgerð í felagnum, eftir at ætlanirnar um vetrarfrí síggja út til at gerast veruleiki.

Í farnu viku kom hoyringsskriv frá Djóna Nolsøe Joensen, landsstýrismanni í barna- og útbúgvingarmálum. Hoyringsskrivið snúði seg um vetrarfrí, sum ætlanin er seta í verk, og og í har eru grundgevingar fyri og ímóti vetrarfrítíðini.

Vit í nevndini í Føroya Lærarafelag hava viðgjørt vetrarfrítíðina og eru púra samd. Vit ynskja ikki vetrarfrí. So greitt verður tað sett upp hjá Eybjarti í Skúlablaðnum.

Ein av grundgevingunum í skrivinum er: ”Veturin og tíðin frá jólum til páskir kann tykjast heldur long, drúgv, myrk og møðandi, og við eini fríviku í februar koma næmingarnir væntandi at hava meira orku, ídni og áhaldni til at læra og fylgja undirvísingini um veturin.”

- Øll vit, sum hava okkara dagligu gongd í fólkaskúlanum, síggja, at ein feria er altíð longur enn tað ásetta tíðarskeiðið. Næmingar og foreldur fara at ferðast áðrenn ásettu frítíðina og koma ofta aftur í skúlan eftir, at ferian er endað. Tískil fer vetrarferian at hava við sær, at vit ikki bara hava eina viku, har vit eru burtur, men tað verða kanska 10 dagar, har næmingar ikki eru til staðar sum eisini hevur við sær, at undirvísinging verður óstøðug, tí so nógvir næmingar mangla í flokkinum.

Víst verður á, at tá ein feria nærkast, merkist hetta á næmingunum. Teir gerast minni hugbundnir, minni arbeiðssamir og teir hava torført við at hugsavna seg, tí teir vita, at frítíðin stendur fyri durum. Tá teir koma aftur frá eini frítíð, tekur tað eina viku at fáa teir upp á rættkjøl aftur. Teir eru ofta troyttir, tí frítíðin hevur órógvað svøvnin og allar vanar, ið eru knýttir at einum vanligum gerandisdegi, har skúlagongdin ofta fyllir mest.

Í hasum sambandi dugir Eyðbjartur S. Skaalum illa at síggja, at næmingarnir møta upp í skúla eftir vetrarfrítíðina við meira orku, ídni og áhaldni.

- Sum lærari í 9. flokki er hendan ferian einans órógv og havi hug at siga, at hon er vandamikil fyri undirvísingina. Tíðarskeiðið til undirvísing fram til próvtøku er sera stutt, og tað eru sera nógv avbrot alla tíðina. Næmingar í 9. flokki skulu í starvslæru í tvær vikur, ein vika fer til at gera verkætlan, tá eru dagarnir til fyrireiking og framløgur ikki roknaðar upp í, næmingarnir eru ofta á setursskúla í einar tveir dagar, og so eru ársroyndir í skrivligu próvtøkunum. Førir ein upp í próvtøkuhátti B, so byrjar próvtøkan longu fyrst í apríl, so hetta avbrotið er sera óheppið og órógvandi. Tað verður eingin tíð til undirvísing.

Tað tykist sum ein stórur partur av lærarum í Føroyum eru ímóti hesi frítíðini, vísir Eyðbjartur á. Ynskiligt hevði verið, at vit lærarar vórðu hoyrdir fyrr í tilgongdini, og at allir lærarar fingu møguleika at svara eitt nú eini talgildari spurnakanning, skrivar hann.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 03. oktober 2023

11 Leygardagur 07. oktober 2023

Atlantsflog kosið besta leiguflogfelag

Tað gjørdist greitt á tá Danish Travel Awards virðislønir vórðu handaðar í gjárkvøldið

Jóhanna á Bergi (Mynd: Atlantic Airways)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Á Danish Travel Awards, sum mikukvøldið var í Sirkusbygninginum í Keypmannahavn, varð Atlantsflog kosið ‘Besta leiguflogfelag’ í danska kongsríkinum.

Hini flogfeløgini, ið vóru tilnevnd, vóru SAS og Sunclass.

Tað var Jóhanna á Bergi, stjóri í Atlantsflog, ið tók ímóti heiðrinum á Danish Travel Awards.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 05. oktober 2023

12 Leygardagur 07. oktober 2023

Javnstøðunevndin: Ræðisrætturin skal liggja hjá kvinnuni

Sambært Javnstøðunevndini er núverandi fosturtøkulógin frá 1956 ótíðarhóskandi, og skapar hon ótryggar og óvirðiligar karmar fyri kvinnur

 
SkrivaÐ:

Alda Nielsdóttir

– Í sambandi við at fosturtøkulógin verður endurskoðað, mælir Javnstøðunevndin til, at kvinnan, innanfyri eitt rímiligt og virðiligt mark, hevur ræðisrættin til at velja fosturtøku.

Soleiðis skrivar Javnstøðunevndin í skrivi.

Javnstøðunevndin sigur, at hon heldur núverandi føroysku fosturtøkulógina frá 1956 vera ótíðarhóskandi, og at hon skapar ótryggar og óvirðiligar karmar fyri kvinnur, ið ynskja fosturtøku í Føroyum.

– Føroyska fosturtøkulógin er millum tær strangastu í Evropa, og er hon smíðað í eini tíð, tá ræðisrætturin hjá kvinnuni í samfelagnum var munandi øðrvísi, enn hann er í dag.

– Sum samfelag hava vit skyldu til at tryggja kvinnum møguleika fyri at velja fosturtøku á einum tryggum og upplýstum grundarlagi.

Javnstøðunevndin mælir til, at kvinnan innanfyri eitt rímiligt og virðiligt mark, hevur rætisrættin at velja fosturtøku, men hvat markið eigur at verða, sigur nevndin einki um.

Tað var í juni, at Løgmálaráðið boðaði frá, at fosturtøkulógin skuldi endurskoðast. Sagt varð, at lógin skuldi gerast meira tíðarhóskandi, og at Løgmálaráðið fór at hava fund við áhugabólkar, felagsskapir og onnur um málið, umframt at hyggjast skuldi eftir, hvussu norðurlendsku grannar okkara hava skipað teirra lóggávu á økinum.

– Tað kann taka nakað av tíð at endurskoða lógina og gera eitt nýtt lógaruppskot, men hetta er nakað, sum verður raðfest, segði Løgmálaráðið.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 02. oktober 2023

13 Leygardagur 07. oktober 2023

Sendistova í Washington letur upp á heysti 2024

Í uppskotinum til fíggjarlóg fyri 2024 eru tvær milliónir krónur játtaðar til Sendistovu Føroya til USA

- Við geopolitisku støðuni í Norðurhøvum, er okkara beinleiðis samskifti við USA á stjórnarstigi eisini avgerandi fyri, at Føroyar kunnu taka egnar avgerðir og hava fult innlit í alt virksemið okkara leiðir, sigur Høgni Hoydal, landsstýrismaður (Savnsmynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Eftir ætlan letur føroyska sendistovan upp í amerikanska høvuðsstaðnum, Washington, næsta heyst, og fyrr í september mánaði vóru embætisfólk frá Uttanríkistænastuni í Washington fyri at kanna hølisviðurskifti.

Í 2020 varð partalagsyvirlýsing millum Føroyar og USA undirritað, ið skal leggja lunnar undir styrkt samstarv millum Føroyar og USA, m.a. innan gransking, mentan og vinnu. Føroyska sendistovan er ein avgerandi liður í at styrkja um hetta samstarvið.

Føroyski útflutningurin til USA er vaksin seinastu árini, og USA er ein av høvuðsmarknaðunum hjá Føroyum. Í fjør fóru 13 prosent av vøruútflutninginum til USA, og frá januar fram til juli mánað í ár var føroyska útflutningsvirðið til USA umleið eina milliard krónur.

– Føroyar hava styrkt samhandilin og samskiftið við USA seinastu árini. Vit eiga nú at styrkja okkara beinleiðis samstarv við sendistovu í Washington, ið kann slóða fyri øktari vinnu, handli, gransking, útbúgving og mentanarsamstarvi millum londini. Við geopolitisku støðuni í Norðurhøvum, er okkara beinleiðis samskifti við USA á stjórnarstigi eisini avgerandi fyri, at Føroyar kunnu taka egnar avgerðir og hava fult innlit í alt virksemið okkara leiðir , sigur Høgni Hoydal, landsstýrismaður.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 01. oktober 2023

14 Leygardagur 07. oktober 2023

Landsbankin: Treystið hjá vinnuni lækkað

Samlaða vísitalið fyri treystið í føroyska búskapinum hjá bæði brúkarum og vinnu er lækkað úr 17 í januar í ár til 6 í juni. So hóast húsarhaldini eru eitt vet bjartskygdari, er støðan ikki hin sama hjá vinnuni

 
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Treystitalið fyri búskapin er lækkað úr 17 í januar 2023 til 6 í juni 2023, og liggur nú undir langtíðarmiðalið. Tað er serliga hjá tilfeingisvinnuni, at treystið er lækkað.

Ávísin fyri tilfeingisvinnuna er lækkaður munandi síðani seinastu kanning; hon boðar millum annað frá lægri eftirspurningi, viknaðum marknaðarparti, stórum goymslum av liðugtvørum og væntaðum príslækkingum. Fiskaprísirnir á serliga botnfiski vóru sera høgir í 2022, men hava verið fallandi gjøgnum 2023. Harafturat kunnu politisku útmeldingarnar um broytingar í fiskivinnusamstarvinum við Russland og óvissurnar viðvíkjandi útflutninginum til Russlands hava havt sína ávirkan, tá ið umboðini fyri tilfeingisvinnuna svaraðu spurningunum í kanningini í juni 2023.

Handilsvinnan svarar í kanningini, at sølan tað seinasta árið hevur verið lægri enn frammanundan, men væntaða sølan komandi árið er kvinkað eitt vet uppeftir. Føroyingar hava skift yvir til bíligari gerandisvørur, sølan av stórum og dýrum innbúgvi er lækkað.

Í tænastuvinnuni væntast somuleiðis lægri eftirspurningur komandi árið. Ferðavinnan hevur latið væl at í juni og juli mánaði, men hetta summarið hevur verið meira óvist, tí ferðafólk hava bílagt í seinastu løtu. Nærum øll kømurini á føroysku gistingarhúsunum vóru tó upptikin í juni mánaði og stórt virksemi er í flutningi av ferðafólki í 2023, bæði luftvegis (Atlantic Airways) og sjóvegis (Smyril Line). Sannlíkt eru ferðandi meira varin í ár orsakað av høgari inflasjón, men ferðavinnan væntar, at tá rættlag kemur í aftur, so verður eftirspurningurin størri aftur, og tí vóna tey eitt betri ár í 2024 enn í 2023.

Í byggivinnuni sæst ein lækking í vísitalinum, men ávísin fyri byggivinnuna er tó hægri, enn miðalið fyri seinastu 15 árini. Tað eru framvegis fleiri stórar verkætlanir í gongd hjá landi, kommunum og privatum fyritøkum, ið merkir, at stóru aktørarnir í byggivinnuni hava tryggjað arbeiði í minsta lagið hálvtannað ár fram. Størsta avmarkingin fyri framleiðsluna hjá byggivinnuni er mangul á arbeiðsmegi.

Búskaparráðið hevur áður gjørt vart við, at tað er heldur óheppið at tað almenna, tað vil siga land og kommunur, leggja óneyðugt trýst á byggivinnuna við at seta í gongd stórar byggiverkætlanir í góðum tíðum, samstundis sum tað privata ger stórar íløgur. Hetta tí eftirspurningurin hjá tí almenna økir uppaftur meira um eftirspurningin eftir arbeiðsmegi í byggivinnuni, sum elvir til lønartrýst í byggivinnuni og harvið dýrkar byggiverkætlanirnar hjá bæði tí almenna og privata.

[object Object]

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 30. september 2023

15 Leygardagur 07. oktober 2023

Grímur Sundstein á ting fyri Fólkaflokkin

Hann røkir tingsessin meðan Árni Skaale er í stuttum farloyvi

(Mynd: Fólkaflokkurin)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Mikudagin tók Grímur Sundstein sæti á Føroya løgtingi fyri fyrstu ferð.

Grímur, ið er 29 ára gamal, stillaði fyrstu ferð upp til løgtingsval í fjør, og úrslitið varð, at hann gjørdist fyrsta varafólk hjá Fólkaflokkinum.

Nú Árni Skaale er í stuttum farloyvi, fær Grímur møguleikan at røkja tingsessin. Hann fær seg royndan, tí hesa vikuna hevur fíggjarlógin verið til viðgerðar.

Grímur Sundstein fekk 290 atkvøður á valinum í 2022.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 04. oktober 2023

16 Leygardagur 07. oktober 2023

Taks skal hava nýggja skattaskipan

Trupulleikin við verandi skipanum er, at tær byggja á gamla tøkni frá 1980'unum. Tær eru so gamlar og ótíðarhóskandi, at Taks kann ikki veita vissu fyri, at tær kunnu koyra longri enn 5-6 ár aftrat

(Savnsmynd)
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Neyðugt er at nútímansgera skattaskipanirnar hjá Taks. Verandi skipanir eru so gamlar og ótíðarhóskandi, at Taks ikki kann veita vissu fyri, at tær kunnu koyra longri enn 5-6 ár aftrat.

Gongd er tí sett á eina stóra nýskipan, sum fer at taka eini seks ár. Verkætlanin verður kallað ”Kjarnan”, og ein partur av arbeiðinum er longu farin í gongd. At nútímansgera skipanirnar hjá Taks hevur trý endamál:

- At framtíðartryggja skipanirnar við at dagføra tøkni og rakstrarpallar
- At fáa eina fleksibla útveksling og endurnýtslu av dátum
- At nútímansgera brúkaraflatuna í mun til arbeiðsgongdirnar í dag

Trupulleikin við verandi skipanum er, at tær byggja á gamla tøkni frá 1980'unum. Tað verður alsamt truplari at finna starvsfólk at viðlíkahalda gomlu skipanirnar, og hendan avbjóðingin bara veksur, tá ið verandi lyklastarvsfólk fara á eftirløn. Hetta er ein stórur váði fyri alt tað føroyska samfelagið, tí skipanirnar tryggja flest allar inntøkur til land, kommunur og almennar grunnar.

Nýskipanin fer at hava við sær, at arbeiðshættirnir hjá Taks verða endurskoðaðir og hugsaðir av nýggjum. Umframt at framtíðartryggja skattaskipanina, er málið at gera eina munandi effektivisering á stovninum. Hetta kann frígeva arbeiðsorku á summum økjum, sum so kann flytast til onnur øki við hægri raðfesting.

Ein verklagslóg um nýggja skattaskipan til Taks verður eftir ætlan løgd fyri løgtingið í 2024, og arbeiðið verður mett at kosta 100 til 150 milliónir krónur. Í fíggjarlógaruppskotinum fyri 2024 eru 11 milliónir krónur settar av at byrja arbeiðið í 2024.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 01. oktober 2023

17 Leygardagur 07. oktober 2023

Lata meir til menningarsamstarv og neyðhjálp

Játtanin hækkar við einari millión, upp í 16,5 milliónir krónur

(Mynd: lmr.fo)
SkrivaÐ:

Alda Nielsdóttir

Sambært uppskotinum til fíggjarlóg fyri 2024 hækkar játtanin til neyðhjálp og menningarsamstarv úr 15,5 milliónum krónum upp í 16,5 milliónir krónur.

Harumframt ætlar landsstýrið ætlar at lata 10 milliónir krónur til Ukraina komandi ár.

– Landsstýrið er av tí greiðu fatan, at Føroyar eru partur av altjóða samfelagnum, og at Føroyar tí eisini hava skyldu at minka um ójavna í heiminum og at veita neyðstøddum hjálp. Landsstýrið kann hava menningarsamstarv, sum fevnir um fakliga ráðgeving og fíggjarligan stuðul til lutvísa fígging av verkætlanum í menningarlandi, har ætlanin er at skipa haldgóða fyrisiting, at fáa búskaparvøkstur ella at tryggja sosial framstig, skrivar Løgmálaráðið í tíðindaskrivi.

– Neyðhjálp verður latin, tá ið vanlukkur raka úti í heimi. Seinnu árini er hjálp latin eftir áheitan og í samstarvi við hjálparfelagsskapir. Øll neyðhjálp, sum Føroyar lata, verður skipað við støði í humaniterum grundreglum um menniskjatokka og óheftni og fylgir altjóða leiðreglum um gott neyðhjálpararbeiði.

– Umframt bráfeingishjálp skulu Føroyar eisini geva neyðstøddum vón um eina bjartari framtíð. Tá ið tað er møguligt, skal neyðhjálpin tí eisini virka fyri menning, so at neyðstødd aftur kunnu lívbjarga sær á burðardyggum grundarlagi, skrivar Løgmálaráðið.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 01. oktober 2023

18 Leygardagur 07. oktober 2023

Annika nýggjur sóknarprestur í Suðuroyar norðara prestagjaldi

Hon er 33 ára gomul og er úr Tjørnuvík. Sunnudagin verður hon skipað í embæti

 
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Sunnudagin 8. oktober byrjar Annika Magnussen Gaard í embætinum sum nýggjur sóknarprestur í Suðuroyar norðara prestagjaldi.

Tað er Uni Næs, dómpróstur, ið skipar nýggja sóknarprestin í embætið undir gudstænastuni í Tvøroyrar kirkju sunnudagin klokkan 11.

Annika er kallað at vera sóknarprestur í Suðuroyar norðara prestagjaldi við sæti á Tvøroyri frá 1. oktober.

Annika er 33 ára gomul, og er úr Tjørnuvík. Hon bleiv kandidatur frá teologisku deildini á Universitetinum í Keypmannahavn á sumri 2022.

Annika Magunssen Gaard varð prestvígd í Havnar kirkju – dómkirkjuni 17. september.

Tað eru tveir sóknarprestar í Suðuroyar norðara prestagjaldi. Hin sóknarpresturin er Hanus Pál Jógvansson, sum býr í Leirum í Hvalba.

Kirkjurnar, ið hoyra til Suðuroyar norðara prestagjald eru: Tvøroyrar, Fámjins, Hvalbiar, og Sandvíkar kirkja og Bønhúsið í Øravík.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 06. oktober 2023

19
Leygardagur 07. oktober 2023

Soleiðis fara nýggju trolararnir hjá Faroe Origin at síggja út

Eftir ætlan skulu teir latast Faroe Origin í 2026

(Mynd: Karstensens Skibsværft)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Faroe Origin skrivaði í september undir sáttmála við Karstensens Skibsvæft í Skagen um bygging av tveimum trolarum.

Nú eru fleiri myndir komnar út av hvussu skipini fara at síggja út. Longdin á trolarunum verður 44,10 metrar og breiddin 11,50.

Skipini koma fyri trolararnar Rók og Lerk, sum vórðu seldir av landinum í november 2021. Tá fekk felagið tvey ára tilsøgn um at flyta veiðiloyvi á onnur skip.

Skipini kunnu trola við lemmum ella sum partrolarar. Tey koma at hava møguleika at trola við tveimum trolum ella einum troli. Tað er gjørt nógv burtur úr at fáa so góða góðsku sum gjørligt burtur úr fiskinum, sum verður veiddur. Skipini verða útgjørd við góðari køling og hagreiðingin av veiðuni skal geva møguleika til bestu góðsku.

Møguleiki er fyri at nýta skipini sum ísfiskaskip, har fiskurin verður goymdur í kørum við krapaísi eins og møguleiki er fyri at avhøvda, støddarskilja og frysta veiðuna umborð. Lastin kann sostatt brúkast antin sum frystilast ella til køling.

[object Object]

[object Object](Myndir: Karstensens Skibsværft)


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 05. oktober 2023

20
Leygardagur 07. oktober 2023

Tvíkiljan Ági send til Íslands

Hetta er nýbygningur nummar 62 hjá KJ og tann sætta í røðini til íslendsku alivinnuna

(Mynd: KJ)
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

“Ági” er navnið á nýggju tvíkiljuni, sum KJ á Kambsdali hevur bygt til alifelagið Arnalax í Íslandi.

Í vikuni var Ági lyft um bryggjukantin í Runavík, og umborð á farmaskipið Hvítanes, sum stevndi út av Skálafjørðinum og setti kós ímóti Þorlákshöfn. Haðani verður hon silgd um Reykjanes, tvørturum Faxaflóa og Breiðafjørð, og til Patreksfjarðar, har tvíkiljan skal í vinnu og fær heimstað.

Ági er nýbygningur nummar 62 hjá KJ, og hon er 15 metrar long og 8,5 metrar breið. Av maskinútgerð er hon m.a. útgjørd við tveimum John Deere motorum, har hvør motorur hevur 500 hestakreftir, bógskrúvu og ein Himoinsa 115 KVA generator.

Á dekkinum er ein 65 tonsmetur Palfinger krani, sum, saman við aðrari hydrauliskari útgerð, tryggjar góðar arbeiðsumstøður fyri manningina.

Ólavur Asafson Olsen, stjóri í KJ, sigur, at tvíkiljan til Arnalax er eitt umráðandi stig á leiðini hjá KJ tá tað viðvíkur sølu uttanlands.

- Vit hava nýliga veitt eina tvíkilju til Háafelli í Íslandi, og nú veita vit enn eina tvíkilju til íslendsku alivinnuna - hesaferð til Arnalax. Tvíkiljan til Arnalax, er tann sætta í røðini, sum vit hava veitt til íslendsku alivinnuna. Vit eru til reiðar – og eru longu – ein tryggur og dygdargóður veitari til alivinnuna í Íslandi, sigur Ólavur.

Íslendska alivinnan er í stórari menning og KJ veitir í løtuni útgerð og installatión til tvær smoltstøðir í Íslandi. Onnur verður bygd fyri Samherja í Kópaskeri á Norðurlandinum, og hin verður bygd fyri Háafell í Nauteyri á Vestfirðunum.

KJ hevur í løtuni 15 starvsfólk knýtt at verkætlanunum í Íslandi. 

[object Object]
(Mynd: KJ)

[object Object]
(Mynd: KJ)


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 03. oktober 2023

21 Leygardagur 07. oktober 2023

Ein millión afturat til miðlarnar

Samstundis verður arbeitt við at broyta miseydnaðu miðlastuðulsskipanina

(Savnsmynd: Jens Kr. Vang)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Ein millión skal leggjast oman á árliga miðlastuðulin, sum annars hevur verið tvær milliónir seinastu árini.

Tað ætlar samgongan, og í fíggjarlógaruppskotinum fyri 2024 er ætlanin at hækka miðlastuðulin úr tveimum upp í tríggjar milliónir krónur.

Samstundis verður arbeitt við at broyta miðlastuðulslógina, tí verandi skipan hevur víst seg ikki at virka nóg væl í verki.

Upplýsast kann eisini, at nýggjur public service-sáttmáli verður í næstum lagdur fyri Løgtingið til aðalorðaskiftis, og arbeitt verður eisini við at styrkja Kringvarp Føroya fíggjarliga.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 30. september 2023

22 Leygardagur 07. oktober 2023

Tørvurin á vitan um harðskap er stórur

Søgu- og samfelagsdeildin á Fróðskaparsetri Føroya hevur latið Almanna- og mentamálaráðnum frágreiðing, ið setur fram tilmæli um at menna vitanarstøðið á harðskapsøkinum

(Savnsmynd)
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Frágreiðingin byggir á eitt umfatandi kanningararbeiði, sum varð gjørt í 2022-23 fyri at lýsa harðskapsøkið og vitanartørvin um harðskap í Føroyum.

Endamálið var at kortleggja og tosa við myndugleikar, almennar og privatar stovnar, felagsskapir og áhugapartar á harðskapsøkinum, umframt harðskapsraktar persónar. Allir partar vórðu m.a. spurdir um, hvussu teir halda, at økið eigur at mennast, hvørjar kanningar, teir meta vera neyðugar at gera, og hvør vitan vantar um harðskap í Føroyum.

Niðurstøðan í frágreiðingini er, at vitanartørvurin á harðskapsøkinum í Føroyum er sera stórur.

Frágreiðingin vísir á, at vísindalig átøk á harðskapsøkinum mugu raðfestast, skulu vit í Føroyum kunna røkka vitanarstøðið, sum grannalond okkara hava um harðskap í parløgum og nærsambondum.

Frágreiðingin hevur fýra yvirskipað tilmæli:

  • At miðsavna og skipa vitanarmenning á økinum. Hetta skal gerast við at seta eitt skipað samstarv á stovn, sum skal standa á odda fyri at seta í verk tær vísindaligu verkætlanirnar, sum skulu gerast á økinum.
  • At eyðmerkja, skráseta og skipa verandi vitan á harðskapsøkinum. Hetta skal tryggja, at verandi vitan á økinum kann brúkast í vísindaligum høpi í framtíðini.
  • At kanna harðskapsupplivingar í Føroyum. Hetta skal skal vísa á, hvørji viðurskifti og hvørjar avbjóðingar harðskapsraktir persónar mugu navigera í føroyska smásamfelagssamanhanginum.
  • At eyðmerkja hvørjir samfelagsbólkar eru serliga útsettir fyri harðskapi og hava serligar avbjóðingar, tá tað kemur til at leita sær ráðgeving og hjálp í føroyska samfelagnum.

Elisabeth Skarðhamar Olsen, Erika Anne Hayfield, Firouz Gaini, Jónleyg Djurhuus og Katrin Dalsgaard Nolsøe umboðaðu Fróðskaparsetrið í arbeiðsbólkinum. Ein fylgibólkur var eisini knýttur at arbeiðinum, og í honum vóru Anna Katrin Matras, fulltrúi í Almanna- og mentamálaráðnum, og Eyðvør Tausen Olsen, leiðari á Kvinnuhúsinum.

Arbeiðið varð umbiðið og fíggjað av Almanna- og mentamálaráðnum.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 30. september 2023

23 Leygardagur 07. oktober 2023

60 ár í ferðavinnuni

Í ár eru 60 ár síðan, at 62°N fór at arbeiða við ferðafólka flúgving til og úr Føroyum undir navninum Flogfelag Føroya

 
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Í ár eru 60 ár síðan, at 62°N fór at arbeiða við ferðafólka flúgving til og úr Føroyum undir navninum Flogfelag Føroya. Tað var nemliga Flogfelag Føroya, ið tók fyrstu stigini til at fáa regluliga flúgving til Føroya, og hevur øll árini merkt gongdina í ferðavinnuni, og tað ger fyritøkan enn tann dag í dag.

í 1963 vórðu Føroyar settar á eina flogleið hjá Iceland Air. Iceland Air skuldi flúgva til Keypammahavn og Føroya, og í hesum sambandi varð íognarfelagið Flogfelag Føroya sett á stovn. Soleiðis ber til at siga, at Flogfelag Føroya setti Føroyar á kortið innan flogferðslu, og vóru hesi stigini slóðbrótandi fyri føroyska samferðslu.

Í 2007 broytti Flogfelag Føroya navn til 62°N, sum í dag fevnir um bæði ferðir út í heim, vinnuferðir, samskipan av ferðum, túrar og upplivilsir til ferðafólk í Føroyum, 62°N Hotel virksemi og 62°N bilaleigu.

Endamálið hjá 62°N er at skapa ein serkunnleika á øllum teimum økjum, ið vit arbeiða við. Dentur verður lagdur á eina støðuga menning innan tænastuøkið og okkara vøruúrvæl bæði í Føroyum og úti í heim.

Við 60 ár á baki, hevur 62°N hollar royndir innan ferðavinnuna, og arbeiðir áhaldandi við at skapa nýggj ferðamál og nýggjar upplivingar í Føroyum.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 06. oktober 2023

24 Leygardagur 07. oktober 2023

Fuglaskelti sett upp í Vágum

Arbeitt hevur verið við hesi verkætlan í eina tíð við at skráseta hvørjir fuglar eru í økinum. Síðan hevur verið eitt gott samstarv við Visit Faroe Islands um framleiðsluna, sigur Vága kommuna, sum hevur sett upp fýra skelti við viðarlundirnar og strendurnar í Sandavági og Miðvági

(Mynd: Føroya Fuglafrøðifelag)
SkrivaÐ:

Alda Nielsdóttir

Fyri tíð síðan fekk Vága kommuna ein fyrispurning frá Føroya Fuglafrøðifelag, um at fáa framleitt og sett upp nøkur fuglaskelti, sum vísa hvørjir fuglar búleikast í nærumhvørvinum, og nú eru fýra skelti sett upp í kommununi.

– Arbeitt hevur verið við hesi verkætlan í eina tíð við at skráseta hvørjir fuglar eru í økinum. Síðan hevur verið eitt gott samstarv við Visit Faroe Islands um framleiðsluna, so hesi fuglaskelti fylgja sama leisti sum tey vit kenna yvir merkisverd støð, søgur og persónar, sum vit longu hava fleiri av í kommununi, skrivar Vága kommuna.

– Mett er at hesi skelti eru til gleði og gagns fyri bæði lokalar borgarar og gestir sum vitja í kommununi.

Tvey skelti eru sett upp við viðarlundirnar og tvey við strendurnar í Miðvági og Sandavági.

Í sambandi við ABC vikuna fyri sálarliga heilsu verður skipað fyri gongutúrum við fuglaserfrøðingum, sum koma at greiða frá.

Fyrsti túrurin var hósdagin í Miðvági. Í dag verður fuglatúrur í Sandavági, har møtt verður klokkan 15 við inngongdina til viðarlundina/Fosshyl, og síðan gingið oman til skeltið sum stendur við sandin, skrivar kommunan.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 04. oktober 2023

25 Leygardagur 07. oktober 2023

Steintóra sóknarprestur í Havnar kirkju og Nólsoyar kirkju

Hon hevur verið virkandi sóknarprestur í Norðstreymoyar vestara prestagjaldi

Steintóra Gleðisheygg (Savnsmynd: Jens Kr. Vang)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Kirkjuráðini i Suðurstreymoyar eystara prestagjaldi innstillaðu Steintóra Gleðisheygg Joensen í embætið sum sóknarprestur í Havnar kirkju og Nólsoyar kirkju.

Nú er innstillingin staðfest, og landsstýriskvinnan við kirkjumálum, Sirið Stenberg, hevur útnevnt Steintóru sum sóknarprest í Suðurstreymoy.

Steintóra var prestvígd í apríl 2021, tá ið hon gjørdist vikarur í Suðurstreymoyar vestara prestagjaldi í nakrar mánaðir. Síðani tá hevur hon verið virkandi sóknarprestur í Norðstreymoyar vestara prestagjaldi, nú sóknarprestarnir báðar tvær hava verið í hvør sínum barnsburðarfarloyvi. 

Steintóra, sum avloysir Ann Hermansdóttir, ið er útnend studentaprestur, byrjar í nýggja embætinum 1. november.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 05. oktober 2023

26 Leygardagur 07. oktober 2023

Heiðraðir fyri drúgva tænastu á brandstøðini

Hátíðarhald var í gjár í sambandi við at Tórshavnar sløkkilið hevur 90 ár á baki

Jákup Mortensen, t.v. og Hans Dávid Hansen hava verið í starvi hjá sløkkiliðnum í ávikavist 34 og 36 ár (Mynd: Tórshavnar kommuna)
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

Mánadagin vóru 90 ár síðan at Tórshavn fekk brandstøð, og í hesum sambandi var samkoma hjá Tórshavnar sløkkiliðið, har tveir av starvsmonnunum har, Jákup Mortensen og Hans Dávid Hansen vórðu heiðraðir.

Les eisini: Tórshavnar Sløkkilið 90 ár

Um Jákup Mortensen, sum hevur verið 34 ár í starvi hjá sløkkiliðnum segði Heðin Mortensen, borgarstjóri:

- Tú vart upprunaliga útbúgvin fínmekanikari, og eins og pápi tín hevur tú hendurnar rætt skrúvaðar uppá. Tú hevur verið brandmaður síðan 1989. Nøkur ár arbeiddi tú hjá Føroya Tele, men vart eisini parttíðar brandmaður tá.

- Hetta við tí tøkniliga snildinum hevur helst ført til, at tú hevur havt ábygd av nógvum av teknisku amboðunum og eitt nú av andingartólunum.

- Hetta við góðu hondunum sæst eisini aftur í frítíðaráhuganum, eitt nú hetta við áhuganum fyri motorsúkklum. Fyri nógvar menn við tílíkum gávum er tað eitt einastandandi ítriv at fáast við tílíkt.

- Og tað er onki yvir at dylja, at tá tú ert farin í leðurklæðini og fer við súkkluni gjøgnum býin, so leggja vit øll merki til tað. Bæði kvinnur og menn.

- Vit kenna teg eisini frá frælsum ítrótti og judo. Vit hava eisini mangan sæð teg á uttanlandsferðum – eitt nú á Oyggjaleikum – saman við yngsta soninum.

- Jákup er sum Jákup er, siga starvsfelagarnir – men hann er bara fittur álíkavæl. Men í dag er tað hetta, at onkur hevur roknað út, at tú samanlagt hevur arbeitt her í eina triðingsøld.

- Og tað má hátíðarhaldast. Og í hesum førum fært tú eina 30-ára viðurkenning frá Tórshavnar kommunu.

Og um Hans Dávid Hansen, vara brandmeistaran, sum hevur verið 36 ár í starvi, segði borgarstjórin:

- Okkara maður úteftir við tí góðu útvarpsrøddini, sum altíð skilagóður dugir at svara og greiða frá, tá okkurt hendir. Hann er ongantíð ráðaleysur og væl skorin fyri tungubandinum.

- Hans David – tú byrjaði sum brandmaður tann 1. mars í 1987. Í 1998 bleivst tú liðleiðari og átaksleiðari, og frá 2002 hevur tú verið okkara varasløkkiliðsstjóri.

- Vit kenna teg í kommununi eisini sum ein av trúføstu sluppvinunum, tú ert ein av álitunum, sum tryggja, at Westward Ho ikki bara er í ordan, men verður reguliga brúkt og hildin við líka og røkir sína uppgávu sum skúlaskip og sum eitt flótandi maritimt fornminni.

- Og arbeiðið á sluppini røkir tú til fulnar, uttan mun til, um tú ert kokkur ella stýrimaður. Nú um heystið hevur tú eisini úr at gera, nú fjøllini eru gingin og tú tekur slaktið upp. Tí tú ert bóndasonur, ættaður úr bóndahúsinum í Toftum í Hósvík.

- Tú vart útbúgvin málari, men eftir at hava málað teg inn í eitt hjørn, skifti tú starv og fór at koyra krana og buss í nøkur ár, til tú komst á brandstøðina.

- Tú hevur tey seinastu nógvu árini starvast sum varasløkkiliðsleiðari og tænt fýra sløkkiliðsstjórum, Erlandi, Petur Seloy, Kartna og nú Heina. Eisini hevur tú tænt seks borgarstjórum,  Poul Michelsen, Lisbeth Petersen, Jan Christiansen, Leivuri Hansen, Anniku Olsen og Heðini Mortensen.

Teir báðir fingu handaða heiðursløn og blómur frá Tórshavnar kommunu.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 03. oktober 2023

27 Leygardagur 07. oktober 2023

Sarita sett sum terapeutiskur leiðari

Eldrasamstarvið VEKS hevur lagt eina langtíðarætlan fyri, hvussu eldraøkið kann mennast og skipast

 
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Sarita Vesturdal Vesturtún er sett sum terapeutiskur leiðari í eldrasamstarvinum VEKS, sum fevnir um borgarar í Vestmanna, Eiðis, Kvívíkar og Sunda kommunum.

Sarita er 33 ár, hon er útbúgvin fysioterapeutur og hevur seinastu árini arbeitt á Landssjúkrahúsinum, umframt at hon eisini hevur arbeitt uttanlands. Hon er ættað av Eiði og býr í Hósvík.

VEKS hevur lagt eina langtíðarætlan fyri, hvussu eldraøkið kann mennast og skipast. Ein liður í hesum arbeiðinum er at uppraðfesta terapeutiska økið.

- Eg søkti starvið, tí eg haldi tað vera eina sera spennandi uppgávu at menna tað terapeutiska økið saman við einum terapeutiskum toymi. Økið liggur mínum hjarta nær, sigur nýsetti leiðarin.

Tað verða støðugt fleiri eldri borgarar, og tað er sera umráðandi, at tey hava eitt heilsugott, virkið og innihaldsríkt lív. Í langtíðarætlanini hjá VEKS er grundsjónarmiðið, at tey flestu klára seg heima, um tey fáa røttu tænastuna. Tí skal fyribyrging, samdøgurtænasta, sosialt virkni og endur- og viðlíkahaldsvenjing setast í fasta legu.

- Tað hevur alstóran týdning at fyribyrgja førleikamiss og sjúku við heilsufremjandi átøkum, so ellisárini verða so góð sum gjørligt. Fólk eru ymisk, so tað er umráðandi at síggja hvørt einstaka menniskja, og hvør tørvurin er. Eisini er umráðandi at leggja dent á sosiala partin fyri at fyribyrgja einsemi, sigur Sarita.

Í nýggja bygnaðinum hjá VEKS verður eitt terapeutiskt toymið, sum Sarita skal leiða. Í næstum fer VEKS at søkja eftir ergo- og fysioterapeutum til toymið.

Sarita Vesturdal Vesturtún byrjar í starvinum 4. desember.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 05. oktober 2023

28 Leygardagur 07. oktober 2023

Sett sum flóttafólkasamskipari í Tórshavnar kommunu

Seinasta árið eru fleiri ukrainsk flóttafólk flutt til størstu kommuna í landinum. Í hesum sambandi er verkætlan gjørd, og Sylvia Magnussen skal virka fyri yvirskipaða trivnaðinum

- Hon hevur sera góðar menniskjaligar og samskiftiseginleikar, og hevur kunnleika til tey viðurskifti, ið ávirka tilflytara- og integratiónsøkið í norðurlondum. Sylvia Magnussen er fødd og uppvaksin í Meksiko, og hevur búð í Føroyum síðani 2010 (Mynd: torshavn.fo)
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

Tað búgva nú nógv flóttafólk í Tórshavnar kommunu. Bara seinasta árið eru millum annað umleið 100 ukrainsk flóttafólk flutt til landsins størstu kommunu.

Hetta upplýsir torshavn.fo, í sambandi við at kommunan hevur gjørt av at skipa eina verkætlan, har ein flóttafólkasamskipari skal virka fyri yvirskipaða trivnaðinum hjá flóttafólkunum í kommununi.

Flóttafólkasamskiparin skal vera sambindingarlið millum einstøku flóttafólkini, familjurnar og kommununa. Flóttafólkasamskiparin skal vegleiða, hjálpa og vísa á møguleikar og tænastur, sum kommunan stendur fyri, ella sum eru í kommununi.

- Tað merkir, at flóttafólkasamskiparin eisini skal samskifta við dagstovnar, skúlar og stovnar og tilboð annars í kommununi, ið vara av flóttafólkum, umframt við myndugleikar og almennar stovnar. Hugsandi er eisini, at ávíst samskifti er við fyritøkur og stovnar, har flóttafólk eru í starvi, ella sum kunnu vera møgulig starvspláss. Uppgávurnar eru nógvar, fjøltáttaðar og skiftandi alt eftir tørvi, og tí er týdningarmikið, at flóttafólkasamskiparin hevur eitt gott yvirlit, er fyrikomandi og dugir at skapa álit.

Sylvia sett í starvið

Tað er Sylvia Magnussen, sum er sett í nýggja starvið. Tórshavnar kommuna skrivar, at hon ættað úr Meksiko, hevur drúgvar royndir sum verkætlanarfólk innan sosialar og vísundarligar verkætlanir, umframt holla vitan um føroysku mannagongdirnar á migratiónsøkinum.

- Hon hevur sera góðar menniskjaligar og samskiftiseginleikar, og hevur kunnleika til tey viðurskifti, ið ávirka tilflytara- og integratiónsøkið í norðurlondum. Sylvia er fødd og uppvaksin í Meksiko og hevur búð í Føroyum síðani 2010. Í 2013 for hon til Danmarkar at lesa BA og kandidat á RUC, og fluttu heim aftur til Føroya í 2018.

Í starvinum sum flóttafólkasamskipar kemur Sylvia at arbeiða saman við integratiónssamskiparanum, Fíu Lindenskov, og ætlaðu tulkatænastuni. Talan er um eitt fulltíðarstarv, har arbeiðstíðin er skiftandi. Starvið er fyribils tíðaravmarkað í eitt ár.

Sylvia Magnussen er útbúgvin bachelor og Cand Mag í “kultur og sprogmødestudier” og í enskum frá RUC, umframt at hava ein bachelor í sponskum máli og bókmentum frá Universidad Nacional Autónoma de México.

Hon hevur drúgvar royndir sum hjálparfólk á dagstovni í Tórshavnar kommunu, og hevur verið við í prosessini við foreldrum og børnum, tá tey fyrstu úr Ukraiina byrjaðu á stovni í Tórshavnar kommunu. Umframt hettar er Sylvia virkin á málkaféini hjá Reyða krossi, sum heldur til á bókasavninum.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 03. oktober 2023

29 Leygardagur 07. oktober 2023

Joel Cole sýnir fram á Listasavninum

Framsýningin "Identity" lat upp fríggjadagin 6. oktober

(Savnsmynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Í fjár, fríggjadagin 6. oktober, lat nýggja framsýningin "Identity" við verkum eftir Joel Cole upp á Listasavni Føroya.

Joel Cole varð føddur í 1968 í Minnesota í USA og hevur síðani 1986 ferðast til og virkað í Føroyum. Listamaðurin hevur búð fast í Føroyum síðani 2011. Joel Cole arbeiðir við lívrunnum tilfari og evnar oftast listaverk úr timbri og basalti.

Til “Identity” hevur listamaðurin arbeitt við at skapa eitt myndamál, har til ber at tosa um samleika, seta spurnartekn við hugtakið sjálvt og grunda um, hvat tað merkir at hava ein samleika. Hetta kemur til sjóndar í ymsu verkunum, sum kunnu upplivast á framsýningini.

[object Object]


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 04. oktober 2023

30 Leygardagur 07. oktober 2023

Marita og Durita við nýggjum sjónleiki í Norðurlandahúsinum

12. oktober verður frumsýning av leiki í Norðurlandahúsinum. Tað eru Marita S. Dalsgaard og Durita Dahl Andreassen við leikbólkunum Leikhús Skift og GUT//Productions, sum seta á pall altjóða leiklistaliga fenomenið La Merda ella Lortið

 
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Lortið (La Merda) eftir Cristian Ceresoli er eitt modernað, samtíðar evropeiskt verk, sum djarvt, listaligt, groteskt stuttligt og fantasifult spælir seg fram til eina ræðandi og forvitnisliga dystopi.

Í leikinum møta vit eini ungari kvinnu, ið er til reiðar at gera alt, sum skal til fyri at blíva kend, vinna heiður og fáa viðurkenning. Hon vil 'meyka da'. Hon vil hava sukse í einum forbrúkarasamfelag - har hon sjálv er vøran.

Við eldhugaðum offurvilja, full av orku, longsli, vreiði, sorg og eini naivari trúgv uppá, at hon fær sukse, um hon bert er tilreiðar at offra og gera tað sum skal til, letur hon orðini floyma niður í eina mikrofon og út yvir áskoðararnar, alt meðan hon sannførir seg sjálva, og tey sum lurta, um, at bara hon kýtur seg, er djørv og etur eyðmýkingarnar í seg, so skal hon nokk klára tað - 'meyka da'.

Lortið (La Merda) eftir Cristian Ceresoli hevur vunnið hópin av altjóða prísum og viðurkenningum. Leikurin setur á breddan samleika, sjálvsfatan, internalisering, etingarólag, sexismu og strukturellar avbjóðingar hjá eini ungari kvinnu í einum forbrúkarasamfelag, ið er fongt av søguligari valdsójavnvág millum rík og fátøk, menn og kvinnur, sterk og veik - forbrúkarasamfelagið, har øll liggja undir fyri onkrum.

Leikurin er eitt sorgarkvæði, ið nertur við eina røð av teimum viðurskiftum, sum koma til sjóndar í einum samfelag, har klassisku strukturarnir eru við at fara í upploysn - og fylgjurnar av strukturellu samfelags broytingum eru, at vit fáa eitt vaksandi prækariat av fólki, sum aldri fáa fóta sær í eini fastari arbeiðstilveru, ið hevur so stóra ávirkan á samleika, fíggjarviðurskifti, status, møguleikar og frælsi hjá tí einstaka.

Í føroysku uppsetingini er tað Durita Dahl Andreassen, sum situr á pallinum og tulkar orðini, meðan Marita S. Dalsgaard leikstjórnar.

Lortið (La Merda) er upprunaliga skaptur av Cristian Ceresoli í samstarvi við sjónleikarinnuna Silivu Gallerano og framleiddur av Frida Kahlo Productions, Richard Jordan Productions og Produzioni Fuorivia í samstarvi við Summerhall.

Tá ið Lortið (La Merda) varð frumsýndur á Edinburgh Fringe Festival í 2012, sendi hann skjálvtar gjøgnum altjóða leiklistaheimin. Leikurin varð róptur eitt leiklistaligt fenomen og hevur síðani spælt í London, Edinburg, Oslo, Sao-Paulo, Adelaide, Berlin, Lisbon, Keypmannahavn, Vancouver og verið á leikferð um alt Italia. Hann hevur m.a. spælt á Soho Theatre (London), Adelaide International Festival og Maxim Gorki Theater (Berlin). Upprunaliga viðurkenda uppsetingin er framvegis á leikferð á altjóða pallum, men í Føroyum verður møguligt at síggja eina føroyska uppseting, tá ið Leikhús SKIFT og GUT//Productions í samstarvi og við seravtalu við Frida Kahlo Productions og Richard Jordan Productions sýna LORTIÐ (La Merda) í Høllini í Norðurlandahúsinum.

Leikurin er 50 minuttir, og aldursmarkið er 16 ár.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 02. oktober 2023

31 Leygardagur 07. oktober 2023

Gull – Tórshavnar Big Band í fimmti ár

Út er komin nýggj útgáva við spildurnýggjum jazzsangum útsett fyri bigband

 
SkrivaÐ:

Innsent

Nýggjasta heildarútgávan hjá Tórshavnar Big Bandi við heitinum “Gull” er nú tøk á øllum stroymingarpallum. Útgávan er 50 ára fagnaðarútgáva hjá Tórshavnar Big Bandi.

Hetta er onnur útgávan hjá Tórshavnar Big Bandi, tann fyrra kom út í 2011 undir heitinum “Úr Sangskattinum”.

Verkini sum eru á hesi útgávu eru úrtslit av kapping sum Tórshavnar Big Band skipaði fyri í 2020.

At heiti á útgávuni er “Gull” kemst av at Tórshavnar Big Band í 2022 kundi hátíðarhalda at tað vóru 50 ár síðani orkestrið bleiv sett á stovn.

Lag, tónasmiðir og høvundar eru :

“Tornarunnir tankar” – Dania O. Tausen (orð)  Magnus Johannessen (lag)
“Burtur” – Kinna Poulsen (orð) Herluf Lutzen (lag)
“Nýggja árið” - Rógvi á Rógvu (orð & lag)
“Sólsetur” – J. H. O. Djurhuus (orð) Páll Sólstein (lag) Andras S. Olsen (úrseting)
“Har einki er” – Hans Jacob Kollslíð (orð) Heðin Z. Davidsen (lag)
“Skutarin” – Marita B. Atladóttir (orð) Atli K. Petersen (lag)
“Vælkomin heim” – Martin Joensen (orð) Ólavur Ey. Gaard (lag)
“Buksurnar á” – Dania O. Tausen og Eyðfinn Lamhauge (orð) Magnus Johannessen (lag)

Upptøkur, framleiðslu og mastring tók Finnur Hansen sær av.

Upptøkurnar vóru gjørdar í Hátúni í Tórshavnar Musikkskúla.

Søgan hjá Tórshavnar Big Bandi

Tórshavnar Big Band sá dagsins ljós í 1972, sum tað fyrsta big bandið í Føroyum nakrantíð.

Saxofonleikarin og tónleikalærarin, Brandur Øssursson, setti orkestrið á stovn. Brandur Øssurson var ein sera aktivur partur á føroyska tónleikapallinum í mong ár. M.a. í Havnar Jazzfelag, ið var virkið frá 1975 til 1983, og aðrastaðni. Hann var eisini stigtakari til Tórshavnar Jazz-, Fólka- og Blues Festival, ið var hildin fyrstu ferð í 1984. Festivalurin bleiv á mangan hátt ein mentanarstovnur í Føroyum, sum frá 2004 gjørdist ein liður í árliga tiltakinum Summartónar.

Tórshavnar Big Band var í fleiri ár húsorkestur í V4-sendingunum, ið m.a. vórðu sendar beinleiðis úr auluni á Føroya Læraraskúla í 1970’unum.

Tá Skansastova í 1988 varð tikin í nýslu sum undirvísingarstað í rútmiskum tónleiki hjá Tórshavnar Musikkskúla, bleiv Skansastova av sær sjálvum nýggi heimstaðurin hjá Tórshavnar Big Bandi.

Tey árini, ið Tórshavnar Jazz, Fólka- og Blues Festival var til (1984-2003), gjørdist orkestrið sera virkið, oftast við egnari skrá ella sum húsorkestur, tá útlendskir solistar komu til festivalin. Hesin festivalur gjørdist karmur um nógv stór big band átøk, og Tórshavnar Big Band var ofta partur av skránni.

Nakrir av solistunum og dirigentunum, ið hava vitjað Tórshavnar Big Band eru: Dirch Passer, Tor Ytredal, Jens Klüver, Eero Koivistoinen, Jesper Thilo, Butch Lacy, Bjarne Tanning , John Højbye o.fl.

Tórshavnar Big Band hevur gjøgnum árini virkað undir fleiri nøvnum sum t.d : Tórshavnar Stór Band, Jazzarnir, Tor Ytredal Big Band, Jaspis, Stórbandittarnir og Skansa Big Bandið.

Síðani 2009 hevur orkestrið virkað undir navninum Tórshavnar Big Band. Hetta sama ár fylti Tórshavnar Kommuna 100 ár sum fólkavald kommuna, og tað var tað í hesum sambandi at Tórshavnar Kommuna keypti Magnus Johannesen til at útseta 10 havnaløg til Tórshavnar Big Band, og komu øll hesi løg út á fløgu tvey ár seinni, í 2011.

Síðani 2016 hevur orkestrið havt regluligt virksemi við tveimum til trimum verkætlanum árliga.

Næsta verkætlan hjá Tórshavnar Big Band er at framføra eina heila konsert við tónleiki og útsetingum hjá Count Basie. Konsertin verður 18 oktober í Løkshøll. 

Myndir frá upptøkunum, sum fóru fram í Hátúni í Tórshavnar Musikkskúla

[object Object]

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 02. oktober 2023

32 Leygardagur 07. oktober 2023

Norsku Gluntan til Føroya 

Dansibandskvøld í Høllini á Hálsi 28. oktober. Norski dansibandsbólkurin Gluntan, Lasse Johansen frá Ole Ivars, Sommerson band og Finnur S. Olsen hava konsert

 
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Tað verður eitt rimmar dansibandskvøld í Høllini á Hálsi 28. oktober, tá norski dansibandsbólkurin Gluntan, Lasse Johansen frá Ole Ivars, Sommerson band og Finnur S. Olsen hava konsert. 

Hesum boða fyrireikararnir handan eventz.fo frá. 

Gluntan hevur verið væl umtóktur í norðurlondum í nógv ár, og nú koma teir endiliga til Føroya. 

Gluntan er dansibandsorkestur frá Tróndheim, sum byrjaði í 1965. Gjøgnum øll hesi ár, hevur bólkurin verið sera væl umtóktur og hava teir gingið á odda innan dansibandstónleik.  

Teir eru ein av bólkunum í Noregi, ið hava selt flest plátur, og eru teir fyrsti norðurlendski bólkurin, ið móttók eitt sokallað ‘Plantin trofé’ fyri teirra plátusølu. Umframt hetta, eru teir fyrsti bólkurin í Evropa sum fekk ‘Diamantplátuna’ og eru teir eisini fyrsti norski artisturin, ið komu á kasettuband. So sigast má, at hesir duga tað teir gera. 

Í Føroyum hava vit mangan hoyrt teir í fríggjakvøldssendingini ‘Upp á Tá’' og er talan helst um ein tann mest spælda dansibandsbólkin í Kringvarpinum 

Undantikið ein stuttan steðg á fimm ár, hava Gluntan hildið áfram við at vera ein av størstu bólkunum innan dansibandstónleik og eru teir eins væl umtóktir nú sum tá.  

Við sær til Føroya hava teir Lasse Johansen frá bólkinum Ole Ivars sum gestasangara og at toppa alt við, koma føroysku Sommerson Band at leggja dám á kvøldið, við teirra altíð góða tónleiki. Hesin bólkur varð stovnaður í 2019, og hevur  veruliga vunnið nógv føroysk country hjørtu síðan tá. Afturat øllum hesum, fer Finnur S. Olsen frá “Upp á Tá” at venda plátum. 

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 03. oktober 2023

33 Leygardagur 07. oktober 2023

Landið sparir 40 prosent av oljunýtsluni burtur

Á fíggjarlógini fyri 2023 eru fimm milliónir krónur játtaðar til grønar orkuloysnir í bygningunum hjá landinum, og játtanin til komandi ár hækkar upp í 7,5 milliónir krónur

Komandi ár er ætlanin, at Landssjúkrahúsið og flestu bygningar á Eirargarði skulu leggja um til fjarhita (Savnsmynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Meginparturin av bygningunum, sum landið eigur, verða hitaðir við brenniolju. Tað merkir, at tað almenna er millum størstu brennioljubrúkarar á landi. Eitt av høvuðsmálunum hjá samgonguni er at fremja grøna orkuskiftið, og á fíggjarlógini fyri 2023 eru fimm milliónir krónur játtaðar til grønar orkuloysnir í bygningunum hjá landinum.

Játtanin verður komandi ár hækkað upp í 7,5 milliónir krónur, og hóast upphæddirnar ikki eru ovurstórar, so gera tær veruliga mun, sigur Dennis Holm, landsstýrismaður.

Landsverk hevur uppgávuna at fremja orkuskiftið í bygningunum hjá landinum. Komandi ár er ætlanin, at Landssjúkrahúsið, sum er ein av størstu oljubrúkarunum á landi, og flestu bygningar á Eirargarði, skulu leggja um til fjarhita. Landið sparir tá umleið eina millión litrar av olju um árið, og minkar føroyska CO2-útlátið við umleið 2.650 tonsum.

Í ár eru orkuloysnir í 10 av landsins bygningum verksettar ella undir fyrireiking. Væntandi verða tær klárar at nýta í ár og 2024. Hesar eru millum annað fjarhiti til skúlan á Trøðni, Setrið á Frælsinum og aðrar bygningar á Frælsinum, umframt hitapumpuskipan til fýra stovnar hjá Almannaverkinum í Eysturoynni og jarðhitaskipan til Sanatoriibygningin í Hoydølum.

Henda umlegging svarar til umleið 250.000 litrar av olju árliga, og minkar hetta um CO2 -útlátið frá brenniolju við 660 tonsum um árið.

Ætlaðu orkuumleggingarnar í ár og komandi ár svara til umleið 40 prosent av samlaðu oljunýtsluni hjá almennu bygningunum hjá landinum.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 02. oktober 2023

34 Leygardagur 07. oktober 2023

Frá banni av oljufýrum til veðurlagslóg

Nú landsstýrið hevur tikið stig til at banna oljufýrum í nýggjum bygningum arbeiðir landsstýriskvinnan eisini við uppskoti til bindandi veðurlagslóg at leggja fyri tingið

Ingilín Strøm, landsstýriskvinna við orku- og umhvørvismálum arbeiðir við uppskoti at leggja bindandi veðurlagslóg fyri løgtingið
SkrivaÐ:

Jan Müller

Hesum boðaði Ingilín Strøm, landsstýriskvinna við umhvørvis- og orkumálum frá í síni røðu í sambandi við umrøðuna av løgmansrøðuni á ólavsøku, og nú um dagarnar endurtók hon í samrøðu við Útvarpið, at veðurlagslóg stendur ovarliga á listanum hjá landsstýrinum at fáa framda. Hetta segði hon í sambandi við, at kunngerð er lýst um at banna oljufýrum í nýggjum húsum og bygningum eftir 1. januar 2024.

Ingilín Strøm fegnast um, at tað loksins er eydnast at banna oljufýrum í nýggjum húsum. Hetta helt hon kundi verið gjørt fyrr, men tað hevur so ikki verið politiskt gjørligt fyrr enn nú.

- Tað kundi verið gjørt fyri fleiri árum síðani. Nú binda vit fyri endanum og verður tað ikki longur at brúka oljufýr í nýggjum húsum. 

Landsstýriskvinnan segði við Útvarpið, at hyggja vit eftir íløgunum i eina varandi orkuskipan, so er tað skiljandi, at mong ikki megna at gera ta íløguna her og nú.

- Men vit royna nú politiskt til at eggja fólki at leggja um. Eg vænti, at man einaferð fer at seta bann fyri oljufýrum yvirhøvur, men beint nú royna vit so at eggja fólki til at leggja um.   

Ingilín Strøm sigur víðari, at fleiri skipanir eru á veg, sum skulu minka um útlátið.

- Vit arbeiða við tí veðurlagspolitikkinum, sum er samtyktur, og vit arbeiða kanska eisini við at fáa tann veðurlagspolitikkin framdan enn skjótari, enn man hevur áðrenn, tí tað hevur skund, at vit fáa minkað um okkara útlat. Vit koma væntandi eisini við einari veðurlagslóg í heyst, sum fer at krevja nøkur nýggj veðurlagsátøk av okkum, segði landsstýriskvinnan og vísti á, at tað koma nokk fleiri skipanir, sum verða settar í verk ta næstu tíðina.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 02. oktober 2023

35 Leygardagur 07. oktober 2023

Danir seta bann fyri koyring við gomlum dieselbilum

Um mánaðarskiftið kom bann í gildi í Danmark at koyra við dieselbilum, sum eru seldir undan 2011, og harvið ikki hava serlig partikkulfilur, ið skulu minka um dálking. Bannið er galdandi fyri miðbýin í størstu donsku býunum

 
SkrivaÐ:

Jan Müller

Talan er í fyrsta lagi um øki í stórbýum við nógvari ferðslu. Endamálið við hesum átaki er at minka um luftdálkingina, sum er orsøk til sjúkur og deyðsføll. Bót uppá 1.500 krónur verður givin fyri ikki at halda seg til nýggju lógina.

Higartil hevur hetta forboð verið galdandi fyri vørubilar, lastbilar og bussar. Men nú er túrurin komin til privatbilar eisini.

Um somu tíð sum umhvørvisfelagsskapir taka væl ímóti nýggju lógini, so halda nógvir privatir bileigarar, at tiltakið er sum at skjóta spurvar við kanónum.

Nýggju reglarnar koma at raka 63.000 bileigarar. Nógvir av hesum halda, at teir eiga at fáa stuðul til at skrotta sínar gomlu bilar. Annars halda teir tað vera skeivt at skula sleppa sær av við bilar, sum eru vælvirkandi. Tað er spill av tilfeingi. Hinvegin siga myndugleikarnir, at tiltøkini eru neyðug fyri at minka um talið av fólki, sum gerast sjúk ella doyggja av dieselosi.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 01. oktober 2023

36 Leygardagur 07. oktober 2023

Grønt ljós til enn eina vindmylnulund í Hetlandi

Skotskir myndugleikar hava givið norsku fyritøkuni Statkraft saman við lokalum partnarum loyvi til at seta upp eina vindmylnulund, “Energy Isles”, á oynni Yell í Hetlandi. Talan er um 18 vindmyllur

Hetland fer um fá ár - og við norskari hjálp - at gerast eitt týðandi vindorkuland í okkara parti av heiminum
SkrivaÐ:

Jan Müller

Hetland, okkara næsti granni, ætlar sær ikki at gerast eftirbátur, tá talan er um grøna orkuskiftið.

Tvørturímóti ætlar hetta lítla oyggjalandið at gerast fremsta vindorkulandið í Norðuratlanthavi skulu vit døma eftir gongdini á vindorkuøkinum í løtuni og komandi árini.

Ikki færri enn umleið 150 vindmyllur fara at síggja dagsins ljós í oyggjunum innan nøkur fá ár. Og ein orsøkin til hesa fyri Hetland og harvið eisini Bretland hepnu gongd er tann, at ein av heimsins størstu fyritøkum innan varandi orkukeldur sum vatn, vind og sól, norska Statkraft, hevur valt Hetland sum eitt av sínum kjarnuøkjum, tá talan er um at menna vindorkuna og seinni framleiðslu av eitt nú vetni og aðrari grønari orku og brennievnum.

Størsta vindmylnulundin í Hetlandi annars hjá Viking Windfarm við 103 vindmyllum er komin væl áleiðis, og fer hon undir framleiðslu í 2024.

[object Object]

Í løtuni eru ikki færri enn tríggjar aðrar vindmylnulundir í umbúnað við ávikavist 18, 17 og 12 vindmyllum.

Væntandi verður farið undir at seta upp nýggju  vindmylnulundina, “Energy Isles” á Yell har norðuri í Hetlandi í 2025. Tær 18 myllurnar skulu setast upp vestan fyri Cullivoe og er ætlanin, at tær skulu mala í 2027, skrivar Shetland News.

Umframt hesa vindmylnulundina hevur Statkraft saman við fyritøkum í oynni í umbúnað at seta upp enn eina vindmylnulund, Beaw Field Wind Farm, somuleiðis á oynni Yell. Hon telur 17 vindmyllur, har hvør vindmylla er uppá 4,23 MW og hevur eina samlaða framleiðsluorku uppá 71,91 MW. Væntandi verður verkætlanin góðkend í 2027, og fer hon at kunna veita streym til tað, sum svarar til 60.000 húsarhald.

[object Object]

[object Object]

Haraftrat skal Statkraft standa fyri uppsetan av 12 vindmyllum á Mossy Hill Wind Farm inni á meginlandinum nærhendis Lerwick. Hesar hava eina framleiðsluorku uppá umleið 50MW, og kunnu framleiða streym svarandi til nýtsluna hjá 35.000 húsarhaldum. Væntað verður, at útbyggingin fær góðkenning í ár. Kostnaðurin fyri Mossy Hill Wind Farm er 100 milliónir dollarar.

Energy Isles vindmylnulundin fer at hava eina samlaða orku uppá 126MW. Myllurnar verða 180 metrar høgar, tvs. at tær verða hægri enn tær 103 myllurnar hjá Viking Energy, sum verða settar upp í løtuni. Tær eru 155 metrar høgar.

Verkætlanarleiðari hjá Statkraft fyri vindmylnulundini Energy Isles, Rebecca Todd sigur seg vera stak væl nøgda við loyvið, sum fyritøkan nú hevur fingið frá skotsku stjórnini. Tað fer at hava ein týðandi leiklut í royndunum at menna varandi orku, sum kann framleiða streym og sum tá verður við til at stuðla uppundir orkutrygdina í Hetlandi men eisini hjálpa til at røkka útlátsmálunum hjá øllum Bretlandi.

Stigtakarin til hesa vindmylnulundina sigur, sambært Shetland News, at tá myllurnar mæla fara tær at framleiða streym frá varandi orkukeldu, sum svarar til nýtsluna hjá 157.000 húsum.

Nýggja vindmylnulundin fer at fáa stóran týdning fyri at minka um CO2 útlátið í Hetlandi.

Tað vóru fólk og íleggjarar á Yell í Hetlandi, sum longu í 2012 fóru undir fyrstu fyrireikingarnar til hesa vindmylnulundina, sum Statkraft í 2019 átók sær at fara undir at byggja. Uttan stóra lokala áhugan í Hetlandi hevði henda grøna verktætlanin ikki verið komin undir land. Todd frá Statkraft sigur, at tað er íbúgvunum í oynni fyri at takka, at verkætlanin gjørdist veruleiki.

Derek Jamieson, frá Energy Isles Ltd, sigur, at tað er takkað verið fólkinum á staðnum og vinnulívinum, at henda stóra og spennandi vindorkuverkætlanin nú verður bygd.  

- Vit fegnast eisini um, at skotska stjórnin hevur stuðlað verkætlanini, sum fer at flyta oynna longur á grønu og burðardyggu leiðini sigur talsmaðurin fyri verkætlanina.  

Tað hava verið ivamál í sambandi við ávirkan á náttúru eitt nú torvheiðar, men tey eru loyst síðani. Ætlanin var upprunaliga at hava upp til 63 myllur, sum skuldu vera 200 metrar høgar. Tað endaði tó við væl lægri tali við 180 metrar høgum myllum.

Skotsku myndugleikarnir, sum hava givið grønt ljós til vindmyllurnar, halda, at tað ber til at fremja útbyggingarnar uttan at tað fer at nerva lendið nógv og vísa á, at fyrimunirnir við at kunna framleiða varandi orku frá vindmyllum fara at vísa seg at hava alstóran týdning fyri íbúgvarnar eins og fyri at røkka málini í verðurlagspolitikkinum. Miðjað hevur tí verið móti at finna ta røttu javnvágina.

Enn ein útbygging við vindmyllum er á tekniborðinum. SIC, Shetland islands Counsil er í ferð við at samráðast við Statkraft og partnarar um ein sáttmála um leigu av økinum rundan um Scatsta Airport, sum ikki verður brúkt longur, til framtíðar orkuframleiðslu.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 03. oktober 2023

37 Leygardagur 07. oktober 2023

September ongantíð verið heitari

Hitalagið á jørðini varð aftur sligið í farna mánaði

(Savnsmynd: Ólavur Frederiksen)
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

September mánaður í ár gjørdist tann heitasti mánaður nakrantíð á jørðini.

Tað staðfestir veðurtænastan hjá ES, Copernicus, skrivar Ritzau.

Hóast september verður mettur at vera ein heystmánaður, so lá miðalhitin á jørðin í september á 16,38 hitastigum.

Tað er 0,9 stig heitari enn vanligt, og tann mátingin er galdandi fyri tíðarskeiðið 1991 til 2020.

Sammett við undanfarna metið, sum er frá 2020, gjørdist september í ár 0,5 stig heitari.

Líggja veðrið vísti longu frá juni til august, tí metið varð eisini tikið hesar tríggjar summarmánaðirnar. 

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 05. oktober 2023

38 Leygardagur 07. oktober 2023

Spania: Nýtt hitamet fyri oktober

Veðurlagsbroytingarnar gera um seg, serliga á Iberisku Hálvoynni

Í Spania er framvegis strandarveður, hóast komið er út í oktober (Mynd: EPA)
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

Oktober mánaður er júst byrjaður, men longu nú hevur hitin í Spania sett met fyri hesa ársins tíð.

Sunnudagin 1. oktober vísti hitamátarin í býnum Montoro, nærhendis Cordoba har suðuri í Spania, 38,2 hitastig, upplýsir spanska veðurstovan, AEMET.

Gamla hitametið fyri oktober var á 37,5 hitastig, sum varð sett í Marabella í 2014.

Í Sevilla kom hitin upp á 38,1 stig henda dagin.

- 1. oktober var hitin methøgur fyri hesa ársins tíð á allari iberisku hálvoynni, sigur AEMET, og sipar til landafrøðiliga økið, sum umfatar Spania, Portugal, Andorra og Gibralter.

- Men tað óvanliga er, at fleiri heitir dagar eru eftir. Vit fáa møguliga upp til tíggju dagar við methøgum hita, skrivaði veðurstovan.

Spaniólar hava hesi seinastu árini vant seg við heit summur – serliga har suðuri í landinum – og hitabylgjurnar gerast eisini longri.

Sambært serfrøðingum skyldast hitabylgjurnar veðurlagsbroytingar, skrivar Ritzau frá AFP-tíðindastovuni.

2022 var heitasta árið nakrantíð í Spania, har tey aftur í ár, eins og fleiri aðrar staðir, hava upplivað langar hitabylgjur.

Longu í apríl byrjaði hitin at gera um seg, við einum tíðarskeiði við turkuri.

Iberiska Hálvoyggin er tað økið í Evropa, sum er mest útsett fyri veðurlagsbroytingum, og har er turkur og náttúrueldar nú gerandisdagur.

Sambært eini kanning hjá amerikanska granskingarbólkinum Climate Central, so uppliva øll fólk á jørðini nú meira hita frá juni til august orsaka av veðurlagsbroytingunum, skriva tíðindastovurnar. 

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 03. oktober 2023

39 Leygardagur 07. oktober 2023

Seta átta milliardir í SAS

Eitt samtak við millum annað danska statinum hevur sett oman fyri átta milliardir krónur í norðurlendska flogfelagið. Harvið er greitt, at SAS heldur fram við sínum virksemi

(Mynd: EPA)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Eftir fleiri ár við kreppu í SAS hevur tað nú eydnast at fingið nóg nógvan eginpening til at halda fram við sínm virksemi.

Eitt samtak við Castlelake-grunninum, Air France KLM, Lind Invest og danska statskassanum hevur sett 12,9 milliardir svenskar krónur í flogfelagið SAS. Upphæddin svarar til 8,28 milliardir danskar krónur.

Tað boðaði felagið frá í tíðindaskrivi týsdagin.

Sambært tíðindaskrivinum økir danski staturin sín eigaralut frá núverandi 21,8 prosent upp í 25,8 prosent.

- Hetta er tað besta boðið fyri SAS, okkara kravánarar og aðrar parteigarar, sigur danski nevndarformaðurin Carsten Dilling.

Hetta merkir samstundis, at partabrøvini hjá núverandi eigarunum, verða virðisleys. Hetta rakar 255.000 parteigarar.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 03. oktober 2023

40 Leygardagur 07. oktober 2023

Fongslað mannarættindastríðskvinna fingið friðarheiðursløn Nobels

Nargas Mohammadi hevur fingið friðurheiðursløn fyri sítt stríð fyri frælsi í Iran

 
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Iranska mannarættindastríðskvinnan Nargas Mohammadi hevur fingið friðarheiðursløn Nobels í stríðnum fyri frælsi í Iran.

Hetta kunngjørdi Nobel-nevndin fríggjadagin.

Hon situr framvegis fongslað í Iran, har hon millum annað hevur lagt iransku trygdardeildirnar fyri at fremja valdsgerð í sambandi við mótmælisgongur fyri frælsi hjá iranskum kvinnum.

Narges Mohammadi er 51 ára gomul, og er fødd í iranska býnum Zanjian.

Hon hevur síðani 2011 fingið fleiri fongsulsdómar, og situr nú í fongsli fyri ein dóm í 2022, har hon millum annað verður løgd undir at spjaða propaganda móti stadinum. Tá fekk hon átta ára fongsul og 74 koyrilsbrestir. Revsingin er síðani herd.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 06. oktober 2023

41 Leygardagur 07. oktober 2023

Beina burt koppsetingarevni fyri milliardir

Koppsetingargoymslan í Danmark er við at nærkast seinasta nýtsludegi

(Savnsmynd)
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

Donsku goymslurnar við koppsetingarevnum móti korona eru væl fylt upp. Í løtuni hava danir meira enn tíggju milliónir skamtar, sum nærkast seinasta nýtsludegi, og tí skulu fyribeinast.

Tað upplýsir Statens Serum Institut, SSI, fyri Danmarks Radio. Higartil í ár hevur SSI longu beint fyri fýra milliónum skamtum.

DR hevur ikki fingið upplýst galdandi prís pr. skamt. Men í 2021 varð sagt, at teir kostaðu 145 krónur. Tað varð prísurin, sum varð avtalaður millum ES og Pfizer. Síðan tá kann prísurin tó vera hækkaður, skrivar DR.

Um útgangsstøði verður tikið í hesum prísi, so svarar tað til, at tað í ár verur beint fyri koppsetingum fyri umleið tvær milliardir krónur.

Statens Serum Institut hevur fyrr latið hópin av covid-19 koppsetingum til onnur lond, men hesin eftirspurningurin er ikki til staðar longur, og tí mugu tær fyribeinast.

- Covid-19 mennir seg alla tíðina, tí virus mutera, og tað merkir at koppsetingarnar alla tíðina mugu justerast, so at tær verja best møguligt móti nýggjastu frábrigdunum. Men tað merkir eisini, at nógvar koppsetingar ikki virka longur, og tí ikki verða brúktar, sigur Anne-Marie Vangsted, ið er fakligur stjóri á Statens Serum Institut.

Sambært Jakob Kjellberg, professari í heilsubúskapi vísir á, at tað altíð verður spill og ov stórt innkeyp, tá tað kemur til koppsetingarevni í sambandi við farsóttir eins og korona. 

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 02. oktober 2023

42 Leygardagur 07. oktober 2023

Fleiri einnýtisplastvørur bannaðar í Onglandi

Endamálið við forboðnum, sum m.a. umfatar knívar, gaflar og koppar, er at minka um plastdálking

(Mynd: Ritzau)
SkrivaÐ:

Alda Nielsdóttir

Frá 1. oktober eru ávísar einnýtisplastvørur bannaðar í Onglandi. Nýggja forboðið, sum m.a. umfatar knívar og gaflar úr einnýtisplasti, og fleiri sløg av flamingokoppum, rakar m.a. handlar og matstovur. Eisini eru avmarkingar galdandi fyri tallerkar, bakkar og skálir úr einnýtisplasti.

Eitt líknandi forboð er longu galdandi í Skotlandi, meðan eitt forboð eisini er á veg í Wales, skrivar Ritzau.

Bretska stjórnin metir, at onglendingar brúka 2,7 milliardir plastlutir um árið, og meginparturin eru knívar og gaflar. 721 milliónir einnýtistallerkar verða brúktir hvørt ár, og bert tíggju prosent av teimum verða endurnýttir.

Endamálið við forboðnum er at minka um plastdálking, og hóast fleiri fegnast um forboðið, verður heitt á politikarar um at víðka tað.

Sambært spurnakanning, sum YouGov hevur gjørt fyri JustEat, halda 70 prosent av vaksnum fólkum í Stórabretlandi, at stjórnin eigur at gera meira fyri at minka um plastnýtslu.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 01. oktober 2023

43 Leygardagur 07. oktober 2023

Sarah Mahfoud klár til boksidyst

Á Danish Fight Night í leygarkvøldið fer hon at boksa móti Marcela Eliana Acuña

Sarah Mahfoud og mótstøðukvinnan leygarkvøldið Marcela Eliana Acuña til innvigingina í dag
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Dansk-føroyski boksarin Sarah Mahfoud fer aftur í ringin leyarkvøldið tá Danish Fight Night verður í Royal Arena.

Móstøðukvinnan hesaferð erroyndi argentinski boksarin, 46 ára gamla Marcela Eliana Acuña.

Innvigingin var fríggjadagin, har boksararnir vera vigaðir, og fáa eisini høvi at heilsa uppá hvønn annan.

Acuña verður lýst sum ein legenda innan kvinnuboksing, og tað eru tveir fyrrverandi heimsmeistarar, sum 7. oktober hittast um Silver Championship í fjøðurvekt hjá WBC-boksisamgonguni í Royal Arena á Amager.

33 ára gamla Sarah Mafoud hevur boksað 14 dystir sum professionell, harav hon hevur vunnið 13. Tríggir av dystunum hava verið HM-dystir.

[object Object]Sarah Mahfoud vigaði 56,9 kilo

Boksidysturin millum Sarah Mahfoud og Marcela Eliana Acuña er síðst á skránni í Danish Fight Night, sum byrjar klokkan 17:30 føroyska tíð.

Danish Fight Night sæst á Pluto.tv ókeypis frá klokkan 20:45 føroyska tíð.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 06. oktober 2023

44 Leygardagur 07. oktober 2023

Søguligt stig á Tórsvølli

KÍ stríddi seg til málleysan javnleik móti franska Lille og hevur nú stig í bólkaspælinum

Einki mál millum KÍ og Lille. Heimaliðið helt franska felagnum frá vandamiklum støðum størsta partin av dystinum (Mynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

Tað gjørdist eitt stórt føroyskt fótbóltskvøld hóskvøldið í kuldanum á Tórsvølli, har beint yvir 2.000 mælskir áskoðarar hjálptu stríðsfúsu KÍ-spælarunum á mál. Gamaní spardi Lille væl av fólki, men at fáa stig móti liði úr topp-fimm deild í Evropa í einum bólkaspæli er flott - sera flott.

Tað var annars als ikki nakar flottur fótbóltsdystur, men líka løgdu føroyameistararnir í. Lille rakti yvirleggjaran í 55. minutti, og legði til tíðir tungt trýst, men KÍ stóð væl ímóti, har Odmar Færø og hinir avgreiddu uppgávurnar í einum heilstoyptum avriki. Fáir málmøguleikar vóru sum heild í dystinum.

Innskifti Hallur Hansson hevði fínan fluktara, og eftir gott álopsspæl og innlegg noyddist Lille at rudda burtur í málteiginum. Annars var tað ikki nógv álopskent hjá KÍ.

Tað snúði seg um at halda kviku mótsstøðuspælarunum burtur, og tað eydnaðist - eisini tá málslúkurin Jonathan David kom inn.

Nú er KÍ á talvuni og er á 3. plássinum í bólki. Felagið fær 1,2 milliónir krónur í kassan fyri hetta úrslitið. 

[object Object](Mynd: Sverri Egholm)

UEFA Europa Conference League bólkur A, 2. umfar
Tórsvøllur, hósdagin 05. oktober
KÍ - LOSC Lille 0-0 (0-0)

KÍ (5-4-1/3-4-3): Nils Jonathan Johansson - Jóannes Kalsø Danielsen (77' Mads Mikkelsen), Deni Pavlovic, Odmar Færø, Vegard Forren, Patrick Da Silva - Árni Frederiksberg, René Shaki Joensen, Jákup Biskopstø Andreasen, Claes Phillip Kronberg (62' Hallur Hansson) - Páll Andrasson Klettskarð (61' Sivert Gussiås)
Áskoðaratal: 2.191

Olimpia Ljublijana - Slovan Bratislava 0-1

Støðan:
Slovan Bratislava 6 stig
LOSC Lille 4 stig
KÍ 1 stig 
Olimpia Ljublijana 0 stig

Komandi dystir:
26. oktober: KÍ - Olimpia Ljublijana
26. oktober: Lille - Slovan Bratislava

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 05. oktober 2023

45 Leygardagur 07. oktober 2023

KÍ føroyameistari fyri triðju ferð á rað

KÍ vann 5-0 á ÍF, og tá Víkingur samstundis vann 6-0 á B36, er 21. føroyameistaraheitið hjá besta mansliðnum í Klaksvík staðfest

KÍ-spælararnir kundu fegnast saman við teirra fjepparum í dag (Mynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

So var aftur gullregn við Djúpumýru. Kvinnurnar hjá KÍ hava fyri einari tíð síðani staðfest sítt fimta føroyameistaraheitið á rað, og sunnudagin kom FM nummar trý á rað hjá monnunum.

KÍ vann sum væntað greitt á ógvuliga skerdum ÍF-liði, har fleiri ungir og lokalir spældu fyri fyrstu ferð frá byrjan ella yvirhøvur í bestu deildini.

Heimaliðið var sannførandi fyri steðgin, har alt varð sett uppá pláss. Nakrir av "the usual suspects" stóðu fyri málunum. Dysturin byrjaði eitt korter seinni enn tann í Sarpugerði, og tá tað í 2. hálvleiki varð greitt, at Víkingur bara bygdi á sína leiðslu, kundi FM-veitslan byrja uttan fyri vøllin við neyðblussum og øðrum.

Árni Frederiksberg hevði bóltin í málinum eftir ein tíma, men hjálpardómarin sá ikki, at bólturin var innanfyri. Harvið fekk nummar 7 ikki sítt hattrikk, men maðurin, ið kom inn fyri hann, skoraði til 5-0. 18-ára gamli Jóhan Josephsen fekk síðsta orðið og sítt fyrsta mál í fremstu røð. Áleyparin var ísakaldur, tá ein annar ungur lokalur innskiftari, Silas Gaard, sendi hann væl avstað, og so var stórur fagnaður.

[object Object]
Árni Frederiksberg og aðrir á bonkinum komu at fagna nýggja málskjúttanum (Mynd: Sverri Egholm)

[object Object]
(Mynd: Sverri Egholm)

5-0 sigurin var sum so ikki ov lítil eftir dystargongdini, og KÍ hevur aftur vunnið eitt føroyameistaraheiti á samanlagt tryggjan hátt.

Víkingur eyðmýkti B36

Í Norðragøtu vann Víkingur sín tíggjunda sigur á rað, tá liðið á øðrum plássi, B36, varð sett upp á pláss við einum sigri á heili 6-0.

Sum heild sóu B36-málverji og verja illa út í 2. hálvleiki, har Víkingur veruliga foldaði seg út. Olaf Bárðarson vísti stórar dygdir - serliga í samband við triðja málið - og síðani kom áleyparin Martin Klein Joensen av álvara í gongd. Hann skoraði hattrikk upp á átta minuttir. 

Harvið varð ein ótrúligur sigur staðfestur. Víkingur vísti stóra styrki, og leggur nú av álvara trýst á havnarfeløgini í stríðnum um evropeisku plássini. 

[object Object]
Víkingur hevur vunnið seg upp á 3. pláss (Mynd: Sverri Egholm)

24. umfar í Betrideildini

Leygardagin 30. september

07 Vestur - AB 2-1 (2-0)
20' Oddur í Haraldstovu í Petersen (Mathias Voss) 1-0
31' Oddur í Haraldstovu í Petersen (Jasper van der Heyden) 2-0
66' Brian Jakobsen (Marius Kryger Lindh) 2-1

HB - B68 3-3 (2-2)
03' Adrian Rúnason Justinussen (Heri Hjalt Mohr) 1-0
21' Mikkel Dahl (Dan í Soylu) 2-0
32' Ragnar Samuelsen (Alex Mellemgaard) 2-1
45 (+1)' Jørgen Nielsen 2-2
55' Matthias Præst Nielsen (Adrian Rúnason Justinussen) 3-2
90' Aleksandur Ólavsson Jensen (Alex Mellemgaard) 3-3

Sunnudagin 1. oktober

KÍ - ÍF 5-0 (4-0)
06' Jóannes Kalsø Danielsen (Árni Frederiksberg)
31' Árni Frederiksberg 2-0
40' Páll Andrasson Klettskarð (Hallur Hansson) 3-0
42' Árni Frederiksberg (Patrick Da Silva) 4-0
88' Jóhan Josephsen (Silas Gaard) 5-0

Víkingur - B36 6-0 (1-0)
22' Poul Kallsberg (Olaf Bárðarson) 1-0
49' Olaf Bárðarson 2-0
58' Olaf Bárðarson (Poul Kallsberg) 3-0
75' Martin Klein Joensen (Ingi Jonhardsson) 4-0
79' Martin Klein Joensen (Sølvi Vatnhamar) 5-0
82' Martin Klein Joensen (Ingi Jonhardsson) 6-0

TB - EB/Streymur 0-1
05' Bergur Poulsen (Virgar Jónsson) 0-1 

Støðan:

1. KÍ 65 stig
2. B36 53 stig
3. Víkingur 51 stig 
4. HB 49 stig 
5. 07 Vestur 37 stig 
6. EB/Streymur 24 stig 
7. B68 21 stig 
8. TB 16 stig 
9. ÍF 15 stig 
10. AB 13 stig 

Komandi dystir:

Sunnudagin kl. 15: B36 - 07 Vestur
Sunnudagin kl. 15: AB - KÍ
Sunnudagin kl. 15: ÍF - EB/Streymur
Sunnudagin kl. 15: TB - HB
Sunnudagin kl. 15: B68 - Víkingur

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 01. oktober 2023

46 Leygardagur 07. oktober 2023

Fyrstu ferð síðani 2004

HB vann FM trý ár á rað tíðliga í øldini. Nú hevur KÍ gjørt tað sama. Samstundis nærkast KÍ aftur arvafíggindanum í samanlagda yvirlitinum

Odmar Færø er ein av teimum, sum hevur vunnið trý meistaraheiti á rað nú (Mynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

Í 2021 avgjørdi KÍ FM, tá liðið hevði tríggjar dystir eftir. Í fjør restaðu heili fýra umfør í, tá FM-veitsla var í Klaksvík, og í fjórðseinasta umfari í 2023 tryggjaði felagið sær føroyameistaraheitið nummar 21 á manssíðuni.

Hetta varð staðfest við úrslitunum í Klaksvík og í Norðragøtu sunnudagin. KÍ vann sannførandi 5-0 á ÍF. Hetta var ikki beinleiðis óvæntað - tó var tað ógvuliga óvæntað, at Víkingur vann heili 6-0 á B36.

Tað hevur verið á veg leingi, og nú er endaliga greitt, at eingin kann fanga liðið hjá Magna Hoseth.

KÍ hevur áður vunnið fimm FM á rað. Tað var frá 1966 til og við 1970. Síðani hevur besta mansliðið í Klaksvík ikki vunnið meistaraheitið tríggjar ferðir á rað.

[object Object]
FM-fagnaður við Djúpumýru

Hetta er fyrstu ferð síðani 2004, at eitt lið í fremstu mansdeildini hevur vunnið gull trý ár upp í slag. HB var føroyameistari í árunum 2002 til 2004. 

HB hevur flest meistaraheitið samanlagt. Tað var júst í 2004, at HB yvirhálaði KÍ, ið stóð í stað í 20 ár. HB er við sínum níggju FM-heitum hesa øldina komið upp á 24 føroyameistaraheitir.

KÍ er við meistaraheitinum síðstu árini komið upp um tjúgu FM. Tað er nú 24-21 samanlagt millum arvafíggindarnar.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 01. oktober 2023

47 Leygardagur 07. oktober 2023

HB er aftur í steypafinaluni

Mikkel Dahl skoraði til 1-0 og 2-0, og HB burdi eisini økt meira um munin. 07 Vestur fekk tó spenning í aftur síðstu løtuna í kókandi dalinum

HB'arnir kundu fegnast um tvey mál og eitt samanlagt sterkt avrik (Mynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

Seinna hálvfinalan í kappingini um Løgmanssteypið millum HB og 07 Vestur varð spæld í Gundadali mikukvøldið. Tann fyrra í Sørvági endaði 1-1, so tí var lagt upp til spenanndi dyst, har til bar hjá liðunum at koma nærri evropeiskum plássi. Ein rúgva av vágafólki var komin til høvuðsstaðin, og Gundadalur kókaði til tíðir. Heimaliðið var leikliga greitt omaná, men tað gjørdist spennandi síðstu løtuna.

HB setti seg á dystin beinanvegin. 07 Vestur hugsavnaði seg mest um at verja í 1. hálvleiki og fekk ikki spælið at koyra nakað serligt. Hinvegin flutti heimaliðið bóltin væl og trygt í grundspælinum, og fekk høga trýstið umframt endurtrýstið at rigga.

Í 10. minutti legði Hanus Sørensen væl innfyri úr høgru, og so var Mikkel Dahl til reiðar og setti fótin á. Fleiri ting hjá áleyparanum síðstu mánaðirnar hava ikki eydnast so væl, men hesaferð sló hann til.

Tað gjørdi danin aftur stutt inn í 2. hálvleiki. Mathias Præst Nielsen rann væl við bóltinum, breyt ígjøgnum í høgru ,og fann høvdið á Mikkel Dahl. 

[object Object]
Mathias Præst Nielsen hevði fleiri góðar atgerðir á HB-miðvøllinum, og hann legði upp til 2-0 málið (Mynd: Sverri Egholm)

[object Object]
Mynd: Sverri Egholm

2-0 og nú sá tað als ikki út til, at tað fór at gerast spenanndi til síðsta bríksl. HB hevði eisini fleiri møguleikar at økja: Mikkel kundi gjørt hattrikk, Adrian Justinussen rakti yvirleggjaran, og HB var einaferð fýra móti einum í kontraálopi, uttan at tað eydnaðist at fáa skot á.

07 Vestur hótti sjáldan. Tað tyktiskt, sum heldur nógvir fjáltur var á fleiri hjá útiliðnum, sum ikki eru so vanir við slíkar dystir. Spælið gjørdist tó nógv betur, tá Magnus Holm Jacobsen kom á vøllin.

HB fall eisini nakað longur aftur á vøllin, og síðstu løtuna fekk meira ágangandi útiliðið nakrar støður. Oddur Petersen skeyt stutt framvið, og í 90. minutti varð fríspark dømt. Tað sendi Jasper van der Heyden flott í málið - heilt upp í málhornið.

[object Object]

[object Object]
07 Vestur-fjeppararnir settu av álvara sín dám á kvøldið (Myndir: Sverri Egholm)

Nú var lív í bygdaskýlinum, og 07 Vestur oysti fleiri bóltar fram móti HB-brotsteignum. Tað gjørdist heldur spent, men tað endaði 2-1, og HB er uppiborið í steypafinaluni fyri fjórðu ferð uppá seks ár.

Liðið hjá Jákupi Martin Joensen hevur framvegis møguleika at tryggja sær evropeiskt pláss gjøgnum steypakappingina og landskappingina. Steypafinalan verður helst spæld móti B68 4. november. Tá kann HB vinna kappingina fyri 29. ferð og sítt fyrsta stóra steyp í trý ár.

Fyri 07 Vestur er ikki serliga nógv at spæla fyri restina av kappingarárinum.

Kappingin um Løgmanssteypið - seinna hálvfinalan
Gundadalur, 04. oktober
HB - 07 Vestur 2-1 (1-0) - samanlagt 3-2
10' Mikkel Dahl (Hanus Sørensen) 1-0
53' Mikkel Dahl (Mathias Præst Nielsen) 2-0
90' Jasper van der Heyden 2-1

[object Object]
HB'ararnir kundu fegnast eftir síðsta bríksl (Mynd: Sverri Egholm)

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 04. oktober 2023

48 Leygardagur 07. oktober 2023

Søguligur dagur í Vágum

Fýrverk og stórur fagnaður á Dungasandi í Sørvági tá tað varð staðfest, at 07 Vestur er føroyameistari í U21 deildini í fótbólti

(Mynd: Sørvágs kommuna)
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

Stórur fagnaður var á leikvøllinum á Dungasandi í Sørvági mánakvøldið í sambandi við, at tað var staðfest, at unga fótbóltsfelagið 07 Vestur vann FM-kappingina fyri U21 lið.

Hetta er fyrsta meistaraheitið í vaksnamannadeildini til felagið, sum er ein samanrenning millum Sørvágs Ítróttafelag, SÍ, og Sandavágs Ítróttafelag, SÍF.

Í ársins seinasta dysti ímóti HB var úrslitið 1-1, og 07 Vestur vinnur sostatt kappingina við 39 stigum. 30 ymiskir leikarar hava leikt á U-21 liðnum í ár, harav tríggir teir yngstu eru bert 15 ára gamlir, og neyvt javngamlir við felagsliðið úr Sørvági og Sandavági, skrivar Sørvágs kommuna á heimasíðuni.

- Tað er eitt miðvíst ungdómsarbeiði yvir longri tíð, sum nú gevur góða úrslitið. Felagið hevur raðfest venjingar við ungdóminum høgt, og hetta sæst aftur við at fleiri av leikarunum eru at síggja á føroysku ungdómslandsliðum, bæði hjá gentum og dreingjum.

Nógv fólk vóru komin á Dungasand at heiðra føroyameistarunum, og í felagshúsinum var kaffi og kakur til viðhaldsfólkini. Eftir dystin var steypahandan, fýrverk lýsti yvir Dungasand, og sjampanjan fleyt, ímeðan “We Are The Champions” rungaði gjøgnum hátalarnar. Av sonnum ein minniliga løta, tá 07 Vestur skrivaði søgu, skrivar Sørvágs kommuna.

Myndir: Sørvágs kommuna

[object Object]

[object Object]

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 03. oktober 2023

49 Leygardagur 07. oktober 2023

Fleiri eru við aftur

Bartal Wardum er aftur á A-landsliðnum. Talan er sum heild um heldur verjukendan hóp, sum Håkan Ericson júst hevur kunngjørt

Håkan Ericson byrjaði tíðindafundin mánadagin við millum annað at ynskja KÍ tilukku við FM, og iðra seg um úrslitini seinast (Mynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

Hópurin til EM-undankappingardystirnar móti Polandi og Kekkia varð kunngjørdur mánadagin. 24 spælarar eru úttiknir.

Merkisvert er millum annað, at Bartal Wardum er aftur á A-landsliðnun. Miðverjin hevur havt nøkur sterk avrik fyri HB seinastu tíðina.

Petur Knudsen, ið nú spælir í USA, og Hanus Sørensen eru eisini á listanum aftur. Teir vóru ikki við seinast. Tað var málverjin Bjarti Vitalis Mørk heldur ikki.

Teitur Matras Gestsson og Gilli Rólantsson Sørensen eru skaddir. Hallur Hansson spældi 90 minuttir fyri KÍ sunnudagin, men afturvendanin til landsliðið er ikki komin enn.

Málverjar: 
Mattias Heðinsson Lamhauge, B36
Bárður á Reynatrøð, Víkingur
Bjarti Vitalis Mørk, HB

Verjuspælarar:
René Shaki Joensen, KÍ
Jóannes Kalsø Danielsen, KÍ
Viljormur Davidsen, HB
Ári Mohr Jónsson, HB
Odmar Færø, KÍ
Bartal Wardum, HB
Sonni Ragnar Nattestad, B36
Hørður Askham, AB (Danmark)
Andrias Edmundsson, MKS Chojniczanka (Pólland)

Miðvallarar:
Gunnar Vatnhamar, Víkingur Reykjavík (Ísland)
Jákup Biskopstø Andreasen, KÍ
Andrass Johansen, B36
Stefan Radosavljevic, Sligo Rovers FC (Írland)
Jóannes Bjartalíð , Fredrikstad FK (Noreg)
Sølvi Vatnhamar, Víkingur
Hanus Sørensen, HB
Brandur Hendriksson Olsen, Fredrikstad FK (Noreg)

Áleyparar: 
Klæmint Andrasson Olsen, Breiðablik (Ísland)
Jóan Símun Edmundsson, KA Akureyri (Ísland)
Petur Knudsen, El Paso (USA)
Pætur Petersen, KA Akureyri (Ísland)

Føroyar spæla á Tórsvølli móti Polandi 12. oktober. 15. oktober vitjar føroyska A-landsliðið við monnum í Kekkia. Føroyar eru greitt aftast í EM-undankappingarbólkinum, nú trý umfør resta í.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 02. oktober 2023

50 Leygardagur 07. oktober 2023

Lewandowski spælir møguliga ikki móti Føroyum

Polska stjørnan noyddist av vølli tíðliga í Champions League-dysti týskvøldið. Skaðin í øklinum heldur honum úti um vikuskiftið, vátta spanski miðlar. Poland spælir á tórsvølli í komandi viku

Í ringasta føri kann áleyparin vera uttanfyri í fleiri vikur. Fleiri kanningar skulu gerast, 9'arin skoraði bæði málini í sigrinum á Føroyum í síðsta mánaði (Mynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

Poland, Kekkia, Albania og Moldova. Tá hesi liðini komu úr pottinum í lutakastinum til hesa EM-undankappingina varð millum annað greitt, at ikki so nógvar " stórar stjørnur" fóru at vitja Tórsvøll í 2024.

Størsta navnið samanlagt hjá hesum londum er greitt Robert Lewandowski. 35-ára gamli polski áleyparin hevur skorað mál í rúgvuvís á høgum stigi í yvir tíggju ár, og eftir ætlan vitjar hann Tórsvøll í komandi viku sum liðformaður og lyklaspælari hjá Polandi.

Nú er tó ymiskt, ið bendir á, at hann ikki fær spælt móti Føroyum. Robert Lewandowski fór út við skaða í 34. minutti, tá Barcelona vann í Porto týskvøldið. 9'arin tók seg til økilin eftir eina takkling, og fekk ísposa á so skjótt hann kom út. 

[object Object]
Lewandowski í nærdysti við Odmar Færø í Varsjava (Mynd: Sverri Egholm)

Í fyrstu syftu vóru góð tekin, og staðfest varð, at einki álvarsligt var. Hósdagin skrivaðu spanskir miðlar tó, at økilin framvegis var hovin av takklingini. Sambært stóra sport.es kann Lewandowski ikki spæla í La Liga dystinum hjá Barcelona sunnudagin.

Hetta eru fýra dagar undan dystinum á Tórsvølli. Tískil kann áleyparin roknast sum ógvuliga ivasamur til landsdystin  á Tórsvølli. Dysturin hevur stóran týdning fyri Poland - tað er fyrsti dystur undir nýggja landsliðsvenjaranum, og trý stig skulu við, um EM-dreymurin skal haldast á lívi.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 05. oktober 2023

51 Leygardagur 07. oktober 2023

U21-landsliðið so at siga óbroytt

Skaddi Signar á Brúnni er tann einasti, sum ikki er á listanum, í mun til seinast. Føroyar spæla í Andorra 17. oktober

Eyðun Klakstein høvuðsvenjari hjá U21 landsliðnum í fótbólti (Mynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

Eyðun Klakstein boðaði á tíðindafundi í FSF-húsinum mánadagin frá, hvørjir teir 19 eru, sum skulu til Andorra við U21-landsliðnum seinni í mánaðinum.

Hópurin:
Ari Petersen, 07 Vestur
Rasmus Nilsson, BK Frem (Danmark)

Áki Johannesen, B68 Toftir
Børge Petersen, KÍ Klaksvík
Elias Rusborg, Hvidovre IF (Danmark)
Bergur Poulsen, EB/Streymur
Ási Dam, 07 Vestur
Jákup Vilhelmsen, KÍ

Noah Hans Mneney, Bryne BK (Noreg)
Gullbrandur Øregaard, Sandnes ULF (Noreg)
Aron Jarnskor Ellingsgaard, Víkingur
Heini Fossdalsá Sørensen, Thisted FC (Danmark)
Jens Erik Bruhn, TB Tvøroyri
Jónas Warner, B71 Sandur

Áki Samuelsen, HB Tórshavn
Olaf Bárðarson, Víkingur
Jørgen Nielsen, B68 Toftir
Gutti Dahl-Olsen, EB/Streymur
Poul Kallsberg, Víkingur

Allir hesir 19 vóru eisini við, tá Føroyar í síðsta mánaða vunnu á Hvítarusslandi, 3-2 á útivølli, og taptu 4-2 fyri Kroatia í Klaksvík.

Signar á Brúnni úr Víkingi er tann einasti, ið manglar, í mun til tá. Økslin hjá høgra bakkinum fór úr lið í dystinum móti Kroatia, og Signar hevur ikki spælt síðani. Víkingurin er tó av álvara byrjaður at venja aftur, og sum skilst verður hann møguliga við á túrinum til Andorra.

Føroyar og Andorra spældu 2-2 í fyrsta dystinum í bólkinum. Okkara eru í løtuni nummar trý í tætta bólkinum.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 02. oktober 2023

52 Leygardagur 07. oktober 2023

Kári á Høvdanum takkar fyri seg á altjóða pallinum

Kári á Høvdanum hevur sagt seg úr starvi sum dómaramennari hjá FSF, og hann gevst eisini sum altjóða dómari

(Savnsmynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

– Eg havi stovnað egna timburmansfyritøku, og virksemið er nú vorðið so mikið nógv, at eg síggi meg ikki føran fyri eisini at røkja uppgávuna sum dómaramennari. Tí havi eg tikið avgerð um at gevast í starvinum hjá FSF.

Tað sigur Kári á Høvdanum við heimasíðuna hjá Fótbóltssambandi Føroya.

Tíðliga á sumri í fjør varð Kári Jóannesarson á Høvdanum settur í hálvtíðarstarv hjá FSF. Uppgávan var at hava ábyrgdina av tilgongdini av nýggjum dómarum, umframt at menna dómarar, sum eru í “Dómara 2” bólkinum.

Harafturat hevur Kári eisini havt eitt tætt samskifti við feløgini kring landið, har hann hevur virkað sum vegleiðari og mennari hjá feløgunum og teirra dómarum.

Men nú hevur Kári á Høvdanum valt at takka fyri seg, og hann gavst formliga í starvinum tann 1. oktober.

– Hetta er alt gjørt í sátt og semju við leiðsluna í FSF, ið eg samstundis vil takka fyri eina góða tíð, og at eg fekk hendan møguleikan. Eg gevist ikki sum dómari í heimligu kappingini, men tað verða ikki fleiri altjóða dystir. Nú mugu aðrir sleppa fram at, sigur Kári á Høvdanum, ið hevur umboðað Føroyar sum altjóða dómari síðani 2017.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 30. september 2023

53 Leygardagur 07. oktober 2023

Stórt finaluvikuskiftið á Tórsvølli

Ársins steypafinalur í yngru deildunum, umframt steypafinalan hjá kvinnum, skulu spælast. Tær fyrstu finalurnar vórðu spældar í gjár og hinar fimm í dag

KÍ-kvinnurnar við steypinum í fjør. Tær kunnu tryggja sær enn eina greipu í kvøld (Mynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Fríggjadagin 6. og leygardagin 7. oktober er Tórsvøllur karmur um stórt steypafinaluvikuskifti.

Sjey av átta steypafinalum, ið Fótbóltssamband Føroya skipar fyri í ár, verða nevniliga á skránni hesar dagarnar.

Í gjár vóru tað U16 gentur og U21 menn, ið fóru á vøllin. Í dag byrja finalurnar longu klokkan 10, tá U13 dreingirnir spæla, og dagurin endar við steypafinalubrakinum hjá kvinnum millum NSÍ og KÍ.

Fríggjadagin 6. oktober
Kl. 17: Skála – B36 (U16 Gentur)
Dómari: Annika E. Breiðaskarð

Kl. 20: HB – B36 (U21)
Dómari: Heini Viðoy

Leygardagin 7. oktober
Kl. 10: Víkingur – EB/Streymur (U13 Dreingir)
Dómari: Dominick Troleis

Kl. 11.30: B36 – FC Hoyvík (U13 Gentur)
Dómari: Annika E. Breiðaskarð

Kl. 13: HB – B36 (U15 Dreingir)
Dómari: Annfinn Hjaltalin

Kl. 16: HB – NSÍ (U17 Dreingir)
Dómari: Dávid Sjóstein

Kl. 19.15: NSÍ – KÍ (kvinnur)
Dómari: Høgni Madsen

Finalan um Løgmanssteypið verður á Tórsvølli leygardagin 4. november klokkan 17.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 03. oktober 2023

54 Leygardagur 07. oktober 2023

U15-genturnar skúgvaðu alla mótstøðu av vegnum

Føroyska liðið vann allar tríggjar dystirnar í menningarkappingini í Albania við samlaða málmuninum 13-1. - Hetta var heilt fantastiskt, sigur høvuðsvenjarin

Føroyski hópurin eftir 5-0 sigurin á Albania (Mynd: fsf.fo)
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

- Hetta var heilt fantastiskt, og eg kann sjálvandi ikki vera annað enn glaður og errin um tað, ið hesar genturnar júst hava avrikað.

Hetta sigur Sigtór Petersen, høvuðsvenjari hjá U15-gentulandsliðnum í fótbólti, við heimasíðuna hjá FSF.

Tríggir sigrar av trimum møguligum var úrtøkan hjá føroyska U15-landsliðnum við gentum, ið seinastu dagarnar hevur tikið lut í UEFA menningarkapping í Albania. Føroyar vunnu tveir dystir 5-0.

Lagt varð fyri við 5-0 sigri á Malta, og síðan varð Luksemborg sent av vøllinum við einum 3-1 tapi. Í triðja dystinum, sum var móti albansku vertunum, var heldur eingin ivi, og aftur hesaferð gjørdist úrslitið 5-0 til Føroyar.

Stóru spælararnir í kappingini vóru Kára Sigurðsson úr KÍ, ið skjeyt átta mál, og Sigrið Hansdóttir ír B36. Hon skoraði fýra mál. Triðji málskjúttin hjá Føroyum var Beinta Klementsen, ið sló 5-0 sigurin á Albania rimmar fastan.

– Genturnar vóru heilt ótrúliga raskar, og tær hildu allar avtalur. Ímóti Malta vóru vit undir trýsti eina løtu, men okkara gentur vóru tolnar – samstundis sum tær eru evnaríkar og djarvar – og sigurin var tískil ongantíð í vanda. Hesin árgangurin hevur nógv gott at bjóða, og tað verður spennandi at fylgja teimum framyvir, sigur Sigtór Petersen.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 03. oktober 2023

55 Leygardagur 07. oktober 2023

Tríggir heimspartar deilast um HM 2030

Fifa hevur tikið avgerð um at HM í 2030 skal spælast í Uruguay, Argentina, Paraguay, Marokko, Spania og Portugal

 
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

Heimsmeistarakappingin í fótbólti í 2030 verður spæld í seks londum í trimum heimspørtum.

Talan er um HM-kappingina, sum verður hildin 100 ár eftir fyrstu HM-kappingina í Uruguay í 1930.

Altjóða fótbóltssamgongan, Fifa, boðaði mikudagin frá, at grannalondini Portugal og Spania fáa kappingina saman við afrikanska landinum, Marokko, beint hinumegin Gibraltar-sundið inn til Miðjararhavið.

Men eftir sum at 100 árið fyri fyrstu HM-kappingina skal hátíðarhaldast, so er avgerð tikin um, at hava eitt hald í Montevideo, høvuðsstaðnum í Uruguay. Og í tí sambandinum er ætlanin, at teir fyrstu tríggir dystirnir í HM-kappingini skulu spælast í suðuramerikansku londunum Uruguay, Argentina og Paraguay.

Fyrsti dystur verður á leikvøllinum, har alt byrjaði fyri hundrað árum síðani – á søguliga Estádio Cantenário, sigur Fifa-forsetin Gianni Infantino í skrivi.

Komandi HM-kapping í 2026 verður hildin í Kanada, USA og Meksiko.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 04. oktober 2023

56 Leygardagur 07. oktober 2023

Bjarni og Ísak á A-landsliðnum á fyrsta sinni

Tjúgu spælarar eru tiknir út til venjingardystirnar í Íslandi um ein mánaði. Talan er um spælarar, ið fingu Føroyar til EM, umframt tveir heilt nýggjar ungar mans

Ísak Vedelsbøl sum liðformaður hjá U19-liðnum til HM-endaspælið í august. Strikuspælarin var eisini við til HM fyri U21-landslið í summar (Mynd: Egin Tollaksson Kass)
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

Ein umráðandi liður í fyrireikingunum til EM-endaspælið í januar eru venjingardystirnir í Reykjavík fyrst í næsta mánaði.

Hóast tað er ein góð løta til dystirnar, so hava landsliðsvenjararnir, Peter Bredsdorff-Larsen og Julian Johansen, nú úttikið liðið. Tað kunngjørdi Hondbóltssambandið hósdagin.

Talan er um 20 spælarar, sum skulu venja saman í vikuni upp til dystirnar móti Íslandi, sum eru á skránni 3. og 4. november.

Hópurin: 

Málverjar:
Nicholas Satchwell, TIF Viking Bergen (NOR)
Pauli Jacobsen, HØJ (DEN)

Útileikarar:
Ísak Vedelsbøl, H71
Teis Horn Rasmussen, Århus HC (DEN)
Helgi Hildarson Hoydal, Kristiansand (NOR)
Pætur Mikkjalsson, Hallby (SWE)

Leivur Mortensen, Frederiksberg IF (DEN)
Rói Berg Hansen, HØJ (DEN)
Hákun West av Teigum, Füchse Berlin (GER)
Allan Norðberg, Valur (ISL)

Peter Krogh, Århus HC (DEN)
Kjartan Johansen, Bækkelaget (NOR)
Vilhelm Poulsen, Lemvig-Thyborøn (DEN)
Elias Ellefsen á Skipagøtu, THW Kiel (GER)
Óli Mittún, IK Sävehof (SWE)
Rói Ellefsen á Skipagøtu, Hallby (SWE)
Jónas Gunnarson Djurhuus, Frederiksberg IF (DEN)
Pauli Mittún, Team Sydhavsøerne (DEN)
Bjarni í Selvindi, Kristiansand (NOR)
Tróndur Mikkelsen, Kristiansand (NOR)

[object Object]Bjarni í Selvindi í dysti fyri U21 landsliðið móti Kroatia (Mynd: Sverri Egholm)

Talan er um spælarar, sum spældi størri og smærri leiklutir í farnu undankapping, umframt Ísak Vedelsbøl og Bjarna í Selvindi. Stóri og sterki strikuspælarin og skálamaðurin við dundurskotinum vóru til U21 HM í summar men hava ikki verið úttiknir til A-landsliðið fyrr.

Hetta er seinasta samlingin, áðrenn liðið samlast aftur í januar, skrivar hsf.fo. 5. og 6. januar eru venjingardystir á skránni móti Belgia í Høllini á Hálsi. Føroyska liðið ferðast til Berlin 9. januar.

Slovenia, Noreg og Poland eru hini liðini í bólkinum.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 04. oktober 2023

57 Leygardagur 07. oktober 2023

Portugisisk mótstøða hjá Neistanum

Sport Lisboa e Benfica verður mótstøðuliðið hjá Neistakvinnum í triðja umfari í European Cup

(Mynd: Rúna Nón Bjartalíð)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Nú er greitt hvørjum kvinnurnar hjá Neistanum skulu møta í triðja umfari í European Cup.

Talan er um sterka mótsstøðu úr Portugal. Sport Lisboa e Benfica. Liðið kom í áttandapartsfinaluna í European Cup seinasta kappingarár, har tær tó bert taptu við einum máli móti liðinum, sum seinni vann kappingina.

Heima- og útidysturin móti Sport Lisboa e Benfica skulu spælast í tíðarskeiðnum 11.-18. november.

Neistakvinnur vunnu næstseinasta vikuskiftið samlað móti litaviska Cascada HC Garliava, og hetta var fyrstu ferð í Neistans felagsins, at eitt kvinnulið hevur spælt seg víðari í kappingini.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 03. oktober 2023

58 Leygardagur 07. oktober 2023

Jan Müller vann Lions Cup Suðuroy

Opin kapping í billard var á Tvøroyri farna vikuskiftið

 
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Ársins útgáva av Lions Cup Suðuroy bleiv um vikuskiftið hildin á Tvøroyri. Kappingin er ein einstaklingakapping í billard, sum síðan 2018 hevur verið hildin á Tvøroyri, í hølunum hjá Tvøroyrar Billardfelag.

Serligt fyri hesa kappingina er, at tað er frí tilmelding fyri allar leikarar, sum frá undanfarna kappingarári hava havt eitt miðaltal upp til 15,00.

11 leikarar høvdu meldað til kappingina, og vórðu teir býttir í tveir bólkar á ávíkavist fimm og seks. Í bólkaspælinum spældu allir móti øllum, har tað í hvørjum dysti vórðu spæld 10 umfør.

Víðari úr bólki 1 komu Bjarni Thomsen og Óskar Eiríksson, og víðari úr bólki 2 komu Hans Jákup Kollsker og Jan Müller.

Hæddarpunktið frá bólkaspælinum var flotta serian upp á 186 eygu, sum Hans J. Kollsker fekk í dysti móti Henrik Sommer.

Í hálvfinalunum møttust Bjarni Thomsen og Jan Müller, meðan Hans Jákup Kollsker spældi móti Óskari Eiríksson. Her eydnaðist tað Jan og Óskar at spæla seg víðari til finaluna, meðan Bjarni og Hans Jákup máttu spæla um triðja plássið.

Ársins finala verður neyvan kend fyri góða billardspælið. Heldur var tað spenningurin og orkan, sum spældi inn, eftir ein langan dag við nógvum dystum, har tveir havnarmenn skuldu berjast um, hvør av teimum slapp at taka stóra steypin norður við aftur um Suðuroyarfjørð.

Tá ið avtornaði, varð tað tó Jan Müller, sum hevði munin, og gjørdist vinnari av kappingini, eftir at hann í finaluni vann 138-78 móti Óskari.

Dysturin um triðja plássið endaði 160-104 til Hans Jákup móti Bjarna.

Hægsta miðaltal í kappingini hevði Hans Jákup Kollsker við 16,86 eygum í miðal. Vinnarin, Jan Muller, fekk 13,25 eygu í miðal.

Luttakarar í kappingini vóru:
Óskar Eiríksson, Jan Müller, Hans J. Kollsker og Jákup Nolsøe úr Havnar Billardfelag
Hugin Albinus, Dánjal Olsen, Rókur Dimon og Bjarni Thomsen úr Tvøroyrar B, illardfelagFlemming Isaksen úr Klaksvíkar Billardfelag, Henrik Sommer og Ken Olsen úr Skálafjarðar Billardfelag 

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 05. oktober 2023

59 Leygardagur 07. oktober 2023

ÍSF fær 1,5 milliónir afturat

Samgongan ætlar at hækka rakstrarstuðulin til Ítróttasamband Føroya á fíggjarlógini fyri komandi ár

(Savnsmynd: Ólavur Frederiksen)
SkrivaÐ:

Alda Nielsdóttir

Samgongan ætlar at hækka rakstrarstuðulin til Ítróttasamband Føroya við 1,5 milliónum krónum á fíggjarlógini fyri komandi ár.

– ÍSF hevur gjørt eina langtíðarætlan fyri at styrkja føroyska ítróttafelagsskapin og skapa ítrótt fyri øll alt lívið. Økta rakstarjáttanin til ÍSF skal vera við til at stuðla upp undir langtíðarætlanina, sum m.a. fevnir um, at øll skulu kunna vera við, at fjálga um sjálvboðin, at skapa ítróttagleði og at styrkja úrvalsumhvørvini, skrivar Almanna- og mentamálaráðið.

Umframt hetta verður eisini arbeitt við eini lóg, ið gevur landinum heimild at stuðla bygging av Føroya Arena.

Ætlanin er, at landsins partur av fíggingini verður 30 milliónir krónur, skrivar ráðið.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 01. oktober 2023

60 Leygardagur 07. oktober 2023

Signar nýtt verkætlanarfólk hjá Parasport Føroyum

Hann skal vera við til at seta ferð á arbeiði at fáa skipað ítrótt fyri fólk, ið bera brek. Signar Hilmarsson hevur útbúgving innan ítróttafrøði

Nýggja verkætlanarfólki hevur sína egnu fyritøku ”Sunt” og so er hann eisini samskipari av arbeiðinum at endurskoða reglugerðina fyri Úrval hjá ÍSF (Mynd: Parasport Føroyar)
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Parasport Føroyar hevur sett sær sum mál, at ”øll skulu hava møguleika at íðka og mennast í felagsskapinum.” Eisini tey, ið bera brek.

Til at stuðla undir hesum er Signar Hilmarsson settur í starv sum verkætlanarfólk

- Nú Signar er settur í starv, verður ferð sett á arbeiði at fáa skipað ítrótt fyri fólk, ið bera brek, so at hesi eisini fáa part í teimum mongu fyrimununum og ágóðunum, sum ítróttalívið gevur

Hetta sigur Petur Elias Petersen, formaður í Parasport Føroyar.

Signar er útbúgvin kandidatur í ítróttafrøði frá Aalborg Universitet. Hendan útbúgvingin gevur serfrøðiliga vitan innan ítrótt, rørslu, venjing, heilsu og trivnað. 

Parasport Føroyar skrivar víðari, at Signar Hilmarsson eisini hevur fleiri starvsroyndir innan ítrótt, heilsu og venjing. Millum annað hevur hann staðið fyri venjing av børnum við yvirvekt, venjing og uppvenjing av eldri. Nýggja verkætlanarfólki hevur eisini sína egnu fyritøku ”Sunt” og so er hann eisini samskipari av arbeiðinum at endurskoða reglugerðina fyri Úrval hjá ÍSF. 

Saman við ítróttaráðgevanum, skal Signar skal seta í verk átøk í samband við nýggju strategiina ”øll kunnu íðka” og standa fyri teimum trimum átøkunum undir strategiini sum eita: Økja um breiddina og styrkja elituna, fremja inklusjón, umframt betra um og birta undir samstarv við viðkomandi feløg og samstarvsfelagar.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 03. oktober 2023

61 Leygardagur 07. oktober 2023

Konfirmantar í Argja kirkju sunnudagin

--

(Savnsmynd)
SkrivaÐ:

Innsent

Konfirmantar í Argja kirkju 8. oktober kl. 11

Prestur: Bergur D. Joensen

Diana Mariann Rubeksen av Reyni, Viðargøta 52. Dagurin hildin fyri innbodnum í Katrinu Christiansen.

Jens Martin Dam, Viðargøta 27. Dagurin hildin heima frá kl. 17.

Hans Rosenmejer Mikkelsen, við Klingurstjørn 7. Dagurin hildin frá kl. 15.

Linda Niviaq Sunadóttir, Reynstún 8. Dagurin hildin í KFUM frá kl. 16.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 02. oktober 2023

62 Leygardagur 07. oktober 2023

Konfirmantar í Havnar kirkju sunnudagin

-

 
SkrivaÐ:

Innsent

Sunnudagin klokkan 11 verða hesi konfirmerað í Havnar kirkju. Prestur er Anne Mette Greve Klemensen

Jóannes (Jói) Arge Antonsson, Spógvavegur 36. Vælkomin frá kl. 17.

Eiri Bringsberg, Breiðablik 3. Vælkomin frá kl 17

Jens Marius Teitsson Hentze. Vælkomin í Skúlan á Fløtum, inngongd C, frá kl 15.

Katrin Rouch Ísfeld. Vælkomin í Kiwanis, Jøkulstræti 4, frá kl 16.

Sandra Súnadóttir í Kálvalíð. Vælkomin á Tjarnardeild 9 (Føroya Arbeiðarafelag) frá kl 15.

William Erik Schilling Kruse. Vælkomin á Hallarheyg 2 (Dramaverkstaðið) frá kl. 16.

Anna Petersdóttir Mouritsen, Hoyvíksvegur 31. Vælkomin frá kl. 17.

Erika Hentze Niclasen, Hamarsgøta 36, Vælkomin í handilsskúlan við Glasir frá kl 16.

Maria Hentze Niclasen, Hamarsgøta 36, Vælkomin í handilsskúlan við Glasir frá kl 16.

Tanja Iris Petersen. Vælkomin í Stoffalág 60 (Havnar Handverkarafelag)  frá kl 16.

Rói Poulsen. Vælkomin í Róðrarneystið á Argjum frá kl 17.

Vár Heðinsdóttir Poulsen, Dalatrøð 10. Vælkomin frá kl 16.

Ró Sjóðklett. Vælkomin í Tórsgøtu 19, Frelsunarherurin, frá kl 17.

Ægir Sjóðklett. Vælkomin í Tórsgøtu 19, Frelsunarherurin, frá kl 17.

Eyði Norman Hansson Staksberg, Íslandsvegur 10c (Megd). Vælkomin frá kl. 17.

Sunniva Aiyana Zachariasen. Vælkomin í Grønlendingahúsið frá kl 16.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 03. oktober 2023

63 Leygardagur 07. oktober 2023

Konfirmantar í Vesturkirkjuni sunnudagin

-

 
SkrivaÐ:

Innsent

Sunnudag 8. oktober kl. 11 verða hesi konfirmerað í Vesturkirkjuni í Havn. Prestur er Derhard Jógvansson: 

Arina Høgnadóttir Wang, undir Kongavarða 78, Argir. Dagurin verður hildin í Odd Fellow húsinum, Grønlandsvegur 56, frá klokkan 16.

Barbara Ottarsdóttir í Funningsstovu, Marknalíð 13. Dagurin verður hildin frá klokkan 16.

Bjarta Jansdóttir, Rygsgøta 23, Argir. Dagurin verður hildin frá klokkan 17.

Bjørn Reynstind Sinclair, Landavegur 12. Dagurin verður hildin í AB-húsinum frá klokkan 17.

Dávid Jansson Magnussen, í Svanga 33. Dagurin verður hildin á Gamla Velbastaðvegi 15, nýggi bygningurin hjá Wenzel, frá klokkan 17.

Dóra á Stongunum, við Myllutjørn 36, Hoyvík. Dagurin verður hildin á Skúlanum á Trøðni, á Frælsinum 32, frá klokkan 16.

Eilen Malena Merin Olsen, við Klingurstjørn 42, Argir. Dagurin verður hildin frá klokkan 17.30.

Elisa Maria Merin Olsen, við Klingurstjørn 42, Argir. Dagurin verður hildin frá klokkan 17.30.

Femja Sámalsdóttir Soll, Heimasta Horn 38.2.1. Dagurin verður hildin í Skúlaheiminum við Marknagilsvegin frá klokkan 16.

Hallur Mohr, Grønalíð 19.

Hákun Palli Vilhelm, Bóndabrekka 8.

Jóni Kjærbo, Kerjagøta 7. Dagurin verður hildin frá klokkan 16.

Julian Carlos Juul, Faksagøta 11.

Leon Kristian Egi Dam, Bóndaheygur 24.

Lív Vilhelmsen, Brattabrekka 33. Dagurin verður hildin frá klokkan 16.

Maia Jansdóttir Hermansen, í Svanga 16. Dagurin verður hildin í Starvsfelagnum, J.H. Schrøtersgøta 9, frá klokkan 17.

Maria Magnadóttir Hovgaard, undir Kongavarða 134, Argir. Dagurin verður hildin í Javnaðarhúsiðnum, Niels Finsensgøta 14, frá klokkan 17.

Mia Højgaard, Perskonugøta 26. Dagurin verður hildin á Hotel Brandan frá klokkan 17.

Noam Chamma Klein, Jóannesar Paturssonargøtu 42. Dagurin verður hildin í Broncks frá klokkan 17. 

Olivia Olsen, Berjabrekka 19. Dagurin verður hildin á Bryggjubakka 20.

Óðin Sigmundsson, Bíggjarvegur 1. Dagurin verður hildin í Skúlanum á Fløtum, Inngongd B,  frá klokkan 17.

Petur Fríði Dam, Lauritsargøta 5. Dagurin verður hildin í Bridgehúsinum í Gundadali frá klokkan 15.

Poula Djurhuus á Neystabø, Sundsvegur 16. Dagurin verður hildin fyri innbodnum.

Rósa Sunadóttir Andreassen, Viðargøta 9, Argir. Dagurin verður hildin frá klokkan 17.

Signhild Olsen, Berjabrekka 19. Dagurin verður hildin á Bryggjubakka 20.

Sigrun Leo Guttesen, Suðurrás 15. Opið hús frá klokkan 17.

Sonja Klein Simonsen, Mattalágarvegur 15. Dagurin verður hildin í KFUK, Varðagøta 9, frá klokkan 16.

Villiam Ludvig Foget, Jákups Nolsøesgøta 33. Dagurin verður hildin í Flatnagerði 12 frá klokkan 18. 

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 03. oktober 2023

64 Leygardagur 07. oktober 2023

Konfirmantar í Sjóvar kirkju sunnudagin

-

 
SkrivaÐ:

-

Hesi verða konfirmerað í Sjóvar kirkju sunnudagin kl. 11. Prestur er Símun P. Jacobsen:

Jógvan Drangberg Vidtfeldt, Fagralíð 8, Skála. Opið hús í Sellanum á Skála frá kl. 16.

Dánjal Petur Høj Thomsen, Lítlagøta 3, Skála. Opið hús frá kl. 17.

Hørður Alexandursson, Hórheiðar 38, Skála. Opið hús í Bygdahúsinum á Strondum frá kl. 16.

Kristin Tórðarson Bærentsen, Hórheiðar 44, Skála. Opið hús í Bygdasalinum á Skála frá kl. 16.

Elisabeth Mrdalo, Skálavegur 341, Skála. Opið hús í Meinigheitshúsinum á Skála frá kl. 16.

Miriam Egadóttir Danielsen, Lágargerði 9, Strendur. Opið hús frá kl. 17.

Anna Katrina Gregersen Poulsen, Lágargerði 12, Strendur. Opið hús frá kl. 15.

Alice Jógvansdóttir Poulsen, Fløtuvegur 38, Strendur. Opið hús í Kirkjuhúsinum á Strondum frá kl. 16.

Paula Lorensa í Selvindi, Gerðarvegur 18, Strendur. Opið hús frá kl. 17.

Sara Benjaminsen, Rættargøta 6, Strendur. Opið hús frá kl. 16.

Hansina Thomsen, undir Torvbrekku 16, Strendur. Opið hús frá kl. 17.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 05. oktober 2023

65 Leygardagur 07. oktober 2023

Konfirmantar í Vágs kirkju sunnudagin

-

 
SkrivaÐ:

-

Hesi verða konfirmerað í Vágs kirkju sunnudagin 8. oktober kl. 11. Prestur er Patrick de Neergaard:

Elin Maria Müller Dagurin veðrur hildin í Bygdarhúsinum í Lopra frá kl. 15.

Bjarta Nolsøe í Lágabø. Veitslan verður í kantinuni á Miðnámsskúlunum í Suðuroy í Hovi frá kl. 14.

Bára Lisberg Hansen. Veitslan verður í VB-húsinum frá kl. 15.

Lilja Strøm Winther. Veitslan verður í Pakkhúsinum í Vági frá kl. 16.

Steffan Ignatiussen Vestergaard. Dagurin veðrur hildin í Dansistovuni í Sumba frá kl. 16.

Jónatan Nilssen. Veitslan verður hildin heima frá kl. 16.

Silas Jónsson. Dagurin veðrur hildin í Skótahúsinum frá kl. 15.

Viktor Preben de Neergaard. Dagurin veðrur hildin í Meinigheitshúsinum í Vági frá kl. 17.

Brestið Ryggshamar Simonsen. Veitslan verður í Vágs skúla frá kl. 15.

Teitur Borg Brattaberg. Veitslan verður í hølinum hjá Vágs Kappróðrarfelag frá kl. 14.

Nóa Kristin Mortensen. Veitslan verður í Sumbiar skúla frá kl. 15.

Helgi Johannessen. Veitslan verður heima frá kl. 16.

Ari Andrésson Kjærbo. Dagurin veðrur hildin í Samkomuhúsinum í Sumba frá kl. 14.

Regin Bjarnason Bech. Dagurin veðrur hildin í skúlanum í Hovi frá kl. 15.

Magnus Abrahamsen Jacobsen. Dagurin veðrur hildin í skúlanum í Porkeri frá kl. 16.

Olivur Joensen. Dagurin veðrur hildin í Frelsunarherinum frá kl. 14. 

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 05. oktober 2023

66 Leygardagur 07. oktober 2023

Konfirmantar í Christianskrikjuni sunnudagin

-

 
SkrivaÐ:

Innsent

Hesi verða konfirmerað í Christianskirkjuni í Klaksvík sunnudagin 8. oktober klokkan 11. Prestur er Hanus á Gørðum:

Angela Talita Kimsdóttir Fuglø, Vágheygsgøta 19. Dagurin verður hildin á Gamla seglhúsinum frá kl.17.

Eina Heðinsdóttir Askham, Uppsalagøta 26. Dagurin verður hildin frá kl.17.

Erikka Sigurðsson, Torvgøta 19. Dagurin hildin í Bygdarhúsinum í Haraldssundi frá kl.16.

Kirstin Kollslíð Ragnarsdóttir, Mylnugøta 7. Dagurin verður hildin á valskúlanum Garðavegur 11 frá 16

Kristina Ellingsgaard, Prestvegur 9. Dagurin verður hildin frá kl.16.

Natalia Nolsøe, Torvgøta 8. Dagurin verður hildin í kirkjukjallaranum frá kl.16

Liana Jacobsen. Jørundsgøta 28, dagurin verður hildin frá kl.16

Tatiana Jacobsen, Jørundsgøta 28 dagurin verður hildin frá kl.16

Ari Zeleke Jonhardsson, Torvgøta 13. Dagurin verður hildin í húsinum hjá húsmøðrafelaganum á Bøgøtu 3 frá kl.17

Dánjal Müller, Rættargøta 20. Dagurin verður hildin í Skálanum frá kl.16

Dávid Marius Glerfoss, undir Grashjalla 25. Dagurin verður hildin frá kl.17

Jóhan á Fløtti Syderbø, Heygavegur 36. Dagurin verður hildin á Føroya Húsarhaldsskúla, Stoksoyrarvegur 29, frá kl.17

Mortan Óli Mikkelsen, Garðavegur 16. Dagurin verður hildin úti á Sjónám frá kl.17

Nyoman Widiagung Raditya Subrata, Víkavegur 109. Dagurin verður á verkstaðnum á Brekku frá kl. 16

Ragnar Vestergaard Askham, Undir hæddini 4. Dagurin verður hildin í Mylnugøtu 12 frá 15

Regin Skoradal, Flatnavegur 91 Norðoyri. Dagurin verður hildin frá kl.15

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 05. oktober 2023