Lat aftur Yvirlit list articles in edition

Leygardagur 14. oktober 2023 | Nr. 41 | Árgangur 4 | Kr. 0,00

Gevst eftir 14 ár

SíÐa 2

1 Leygardagur 14. oktober 2023

Góðan lesihug og gott Vikuskifti

Nýggj útgáva hvønn leygarmorgun kl. 7

Oddagrein

Óloysiliga kreppan

Kríggj er altíð av tí ónda, og eigur tí ongantíð at verða brúkt í eini roynd at loysa eina ósemju.

Í hesi vikuni upplivdu vit enn einaferð eitt óskiljandi álop. Hesaferð eitt sindur fjarari enn Ukraina, men tó í einum landi, sum nógvir føroyingar hava eitt tætt tilknýti til, nevniliga Ísrael.

Uppreistrarsinnaði hernaðarligi bólkurin, Hamas, sum meira ella minni hevur politiska ræðið í palestinska økinum, kallað Gaza geirin, valdi at leypa á. Hesin parturin av Palestina er ikki fólkaræðisliga stýrdur, eins og restin av Palestina, eisini kallað Vestari Áarbakkin, onkursvegna er.

Stríðið millum Ísrael og Palestina er drúgt, og ósemjan verið so at siga óloysilig alt síðan heimssamfelagið, les ST, í 1948 stuðlaðu jødum í at stovna sín egna stat í teirra gamla heimlandi, har palestinar annars í høvdu búleikast í øldir, men sum jødar vóru farnir at flyta til aftur, orsaka av forfylgingunum aðra staðni í heiminum, serliga Nazi-Týsklandi.

Hetta var ein góð loysn fyri jødarnar, sum ynsktu at búgva í økinum.

Men loysnin var ongantíð góð fyri muslimsku íbúgvarnar, palestinararnar, sum mettu seg, og framvegis meta seg at hava fyrsta rætt til landið.

Ósemjurnar hava verið mangar, men nøkur loysn er ikki funnin.

Hví Hamas-leiðararnir nú knappliga fyri viku síðani valdu at byrja at senda bumbur yvir um markið til Ísraels, er trupult hjá okkum at fata, tí vit vita, at palestinska fólkið á ongan hátt vinnur nakran frama við sovorðnum atburði.

Tí sjálvandi svarar Ísrael aftur upp á slíkan yvirgang. Tað hevur Ísrael altíð gjørt, tí tey kunnu ikki annað, sum støðan nú einaferð er. Og taparin verður ikki bara Hamas, men í nógv størri mun kvinnurnar og børnini, óseku sivilfólkini, ið enda sum offur í ófriðinum, ikki bara tí at Hamas-krígsfólkini fjala seg millum tey sivilu, men eisini tí at ‘landið’ er so bundið av at fáa neyðugar veitingar frá Ísrael.

Í eini støðu sum hesi gevur tað lítla meining at brúka tíð og kreftir um at keglast um, hvør hevur skuldina fyri hetta ella hitt. Tá tað kemur til at loysa kreppuna, so eru bæði ísraelar og palestinar líka sek ella ósek í at einki er hent.

Tí kann kreppan einans loysast av heimssamfelagnum, sum fyri 75 árum síðan helt tað vera ein góð loysn at staturin Ísrael varð settur á stovn í økinum.

Hvør loysnin er, skulu klókari høvd enn onkur hissini føroyingur til at gera seg klókan uppá. Men áttu hesi lond ikki at tikið ábyrgd, og sent herdeildir til økið fyri at tryggja friðin og støðga kúganini, sum fer fram? 

SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

  • Blaðið

    Stovnað 2020

    Útgevari: Knassar

    Upplag: 2520

    Lisnar síður: 7529

    Dagført 10. hvørt sekund
  • Samband

    tel. 20 80 80

    [email protected]



    Ingi Samuelsen

    Redaktørur

    [email protected]

    tel. 22 22 73


  • Borgar Kristiansen

    Lýsingarráðgevi

    [email protected]

    tel. 23 66 01

2 Leygardagur 14. oktober 2023

Gevst eftir 14 ár

Jógvan á Dul hevur næstan hvønn dag í 14 ár lagt myndir frá morguntúri í Havnini út á Facebook. Nú gevst hann

(Mynd: Jógvan á Dul)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Nærum hvønn dag í 14 ár hevur hann gingið ein túr í Havnini og lagt myndir út á Facebook. Tú hevur sikkurt sæð onkra av teimum túsundtals myndunum hjá Jógvani á Dul.

Men nú gevst hann. Hesum boðar Jógvan á Dul frá á Facebook.

- "Góðan morgun úr Havn" fer ikki longur at vera fastur táttur hjá mær á Facebook. Eg havi gjørt tað í 14 ár, men fari nú at gevast við tí, skrivar Jógvan á Dul.

[object Object]Frá morguntúrinum í vikuni (Mynd: Jógvan á Dul)

- Eg eri nú 81 ára gamal, men fari framvegis at fylgja við á Facebook, skrivar hann.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 11. oktober 2023

3 Leygardagur 14. oktober 2023

Tað kostar at ikki vera til reiðar frá byrjan

Pólland legði seg á odda longu í 4. minutti á Tórsvølli, og Føroyar fingu reytt kort beint eftir, at gestirnir góvu bóltin upp í seinna hálvleiki. Mótbrekkan varð tyngri, og tað endaði við 0-2 tapi

Pólland legði seg á odda í 4. minutti, eftir at føroyska verjan ikki fekk ruddað burtur (Mynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

Tað er tungur burður hjá føroyska A-landsliðnum við monnum. Síðani leiðslumálið hjá Mads Boe Mikkelsen í fyrsta dystinum í ár, sum var í Moldova, hevur tað næstan bert verið mótgongd.

Føroyar hava verið væl við í pørtum av dystum og fingu eisini á ein hátt svarað aftur eftir skjóta leiðslumálið hjá Póllandi hóskvøldið, men sum til dømis í síðsta heimadysti fingu okkara aftur eitt slag og taptu uttan at raka málið. 

Pólland hevði nakað at prógva og legði hart út. Viljormur Davidsen og Hørður Askham fingu ikki ruddað eina sending úr vinstru móti føroyska brotsteignum, og so fekk Sebastian Szymanski úr Fenerbache pláss og kundi senda bóltin í longra málhorn. 

Hetta var eftir bert tríggjar minuttir. Føroyska liðið fekk rist skelkin av sær og hevði løtur í fyrra hálvleiki, har tað eydnaðist væl at halda uppá bóltin og eisini at leggja eitt rímiligt trýst - við og uttan bólt.

[object Object]

[object Object]
Teir í hvítum royndu at stríðast og leggja trýst á, men úrttøkan var tíverri ikki har móti sterkaru póllendingunum (Myndir: Sverri Egholm)

Málmøguleikar vóru kortini so at siga ongir av. Tað tættasta var, tá kroystir póslkir verjuspælari eftir gott hornaspark úr høgru ruddaði í málteignum - annars hevði Hørður Askham ella Jákup Biskopstø Andreasen skorað. Annars vóru støður, har Føroyar komu til baklinjuna og innlegg, men seinasta góðskan manglaði, og liðið hjá Håkani Ericson hevði ikki eitt skot á mál í dystinum.

Fyritreytirnar versnaðu munandi beinanvegin í seinna hálvleiki. Pólland gav bóltin upp, og tað var sum um, at føroysku spælararnir ikki høvdu varnast, at dómarin hevði bríkslað: Tvær alveringar frameftir, og so var Arkadiusz Milik innanfyri føroysku verjuna. Hørður Askham úr Akademisk Boldklub jagstraði, Juventus-áleyparin lat seg detta, áðrenn kontaktin kom, og Hørður beit á og takklaði Milik. Dómarin út at hyggja og eftir VAR varð fríspark og beinleiðis reytt kort dømt fyri at taka upplagdan málmøguleika.

Tað sá meira út sum brotsspark, og so skuldi tað heldur verið gult kort eftir lógini. Men 10 mans í ein hávleik móti Póllandi, ið veruliga tørvaði stig og sum hevur spælarar á høgum stigi á øllum plássum, fór at vera ógvuliga tungt. Føroyingar ressaðust tó og royndi at bjóða av. Eina løtu eydnaðist væl at verja fyri málmøguleikum, men í 65. minutti kom Frankowski heldur lætt framvið René Shaki Joensen í vinstru, og millum føroysku miðverjarnar stóð Adam Buksa fríur og stútaði bóltin framvið Mattiasi Lamhauge.

Stórur fagnaður á mongu pólleningunum í kuldanum á Tórsvølli. Luftin fór í roynd og veru úr dystinum tá, og bæði liðini tyktust at venda eyguni móti sunnudegnum. Tá hevur Pólland lykladyst móti Moldova - Føroyar skulu til Kekkia um vikuskiftið, har tað als ikki verður lættari.

Síðani javnleikin í Moldova hava Føroyar nú tapt seks dystir á rað - har í millum ein venjingardyst. Tað eru sjey hálvleikir síðani, at Føroyar hava skorað eitt mál. Landsliðið er langt aftast í bólkinum við einum stigi, og einki bendir á, at hetta fer at broytast.

EM-undankappingarbólkur E
Hósdagin 12. oktober
19:45: Føroyar - Pólland 0-2 (0-1) 

Føroyar (4-1-4-1): Mattias Lamhauge - René Shaki Joensen, Odmar Færø, Hørður Askham, Viljormur Davidsen (L) - Gunnar Vatnhamar - Sølvi Vatnhamar, Brandur Hendriksson Olsen, Jákup Biskopstø Andreasen, Jóannes Bjartalíð - Jóan Símun Edmundsson

Reytt kort: Hørður Askham (47')

Hesir komu inn í 2. hálvleiki: Ári Mohr Jónsson, Pætur Petersen, Andrass Johansen, Jóannes Kalsø Danielsen og Stefan Radosavljevic

Áskoðaratal: 3.220

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 12. oktober 2023

4 Leygardagur 14. oktober 2023

Knappar 50.000 krónur fyri at gifta fólk

Tá Heðin Mortensen ella býráðslimir í Havn víga tvey fólk, fáa tey 1.248 krónur fyri ómakin

(Mynd: Tórshavnar kommuna)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

1.248 krónur fyri at gifta eitt par. Tað er tað, sum borgarstjórin í Havn og býráðslimir annars fáa í samsýning.

Borgarstjórin í Havn, Heðin Mortensen, vígdi í fjør 39 pør, og tað gav honum 48.672 krónur afturat føstu mánaðarlønini.

Hetta vísir innlit, sum Frihedsbrevet.fo hevur fingið.

Upphæddin upp á 1.248 krónur svarar til upphæddina, sum er ásett í sáttmálum fyri tænastu menn fyri fundir, sum eru millum tríggjar og fimm tímar langir.

Umframt Heðin Mortensen, fingu býráðslimirnir Annfinn Brekkstein, Jákup Dam og Bjørg Dam ávikavist 3.744, 2.496 og 1.248 krónur fyri brúðarvígslur í 2022, skrivar Frihedsbrevet.fo.

Í Klaksvíkar kommunu og í Runavíkar kommunu verður hetta mett at vera partur av arbeiðinum, og tí fáa borgarstjórarnir har ikki nakað afturat fyri at gifta fólk.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 12. oktober 2023

5

Størv

Henning Larsen Føroyar søkir eftir fólki

Meira Umsóknarfreist: 01. desember 2024

Fyri Demenstænastuna í Roðanum verður søkt eftir køksstarvsfólki til Dagtilboðið á Skála

Meira Umsóknarfreist: 27. november 2024

Móttøkufólk / lærlingur til Reyni Service

Meira Umsóknarfreist: 29. november 2024

Løgfrøðingur til Fiskivinnu- og samferðslumálaráðið

Meira Umsóknarfreist: 01. januar 2025

Roknskaparfólk til fíggjardeildina

Meira Umsóknarfreist: 24. november 2024

Leiðari til Keyp Landsins

Meira Umsóknarfreist: 22. november 2024

Kontrollari til landsroknskapin

Meira Umsóknarfreist: 22. november 2024

Administrativ medarbetare till Nordisk Kulturfonds sekretariat i Köpenhamn

Meira Umsóknarfreist: 08. desember 2024

Kt-umsitari til KT Landsins

Meira Umsóknarfreist: 22. november 2024

Nordiska ministerrådet söker en proaktiv IT-supporter som även är teknisk systemansvarig

Meira Umsóknarfreist: 02. desember 2024

Farmakonomur til okkara KT-deild

Meira Umsóknarfreist: 29. november 2024

Stjóri til nýtt altjóða sølufelag

Meira Umsóknarfreist: 16. desember 2024
6 Leygardagur 14. oktober 2023

Fakfeløg: Eigur ikki at verða ein fíggjarligur smeitur at blíva foreldur

Samverk og Handverkarafelagið mæla til, at hægsta barsilsgjaldið hækkar til í minsta lagi til 40.000 kr. um mánaðin

(Savnsmynd: Visualhunt)
SkrivaÐ:

Alda Nielsdóttir

Í 2004 bleiv ásett, at útgjaldið úr barsilsskipanini skuldi verða í mesta lagi 25.000 krónur, og í 2023, nærum 20 ár seinni, er útgjaldið úr barsilsskipanini enn í mesta lagi 25.000 krónur, og hetta kunnu vit ikki bjóða foreldrum, siga Samverk og Føroya Handverkarafelag

Tað eigur ikki at verða ein fíggjarligur smeitur at blíva foreldur, siga fakfeløgini, sum vísa á, at um útgjaldið úr barsilsskipanini hevði fylgt lønarvøkstrinum, átti gjaldið nú at verið um 40.000 krónur.

– Sama gjald sum fyri 20 árum síðan. Hetta er ikki livikor, vit sum samfelagið eiga at bjóða foreldrum. Um útgjaldið úr barsilsskipanini hevði fylgt lønarvøkstrinum, átti hettar gjald í dag at verið um 40.000 kr. Her hevur politiski mynduleikin sovið í tímanum.

– Vit sum samfelag burdu skipa okkum soleiðis, at foreldur blivu fagnaði og givið teimum ein blíðan start uppá foreldratilveruna. Framtíðin hjá Føroyum er bundin at, at tað verða fødd nógv børn í Føroyum.

Skotið hevur verið upp at hækka útgjaldið úr barsilsskipanini við 2.-3.000 krónum um mánaðin, men hetta halda fakfeløgini ikki vera nøktandi.

– Lønarvøksturin hesi seinastu 20 árini hevur verið yvir 53%. Hækkingin úr Barsilsgrunninum hettar sama tíðarskeið er 0,0%. Tilmæli frá Samverk og Føroya Handverkarafelag er tí, at hægsta barsilsgjaldið hækkar til í minsta lagi til 40.000 kr. um mánaðin. Hækkingin eigur at vera longu frá 1.1.2024, og so má gjaldið til barsilsskipanina setast hareftir.

Fakfeløgini mæla eisini til, at útgjaldið framyvir verður regulerað eftir einum útvaldum lønarkarmi.

– Fyri at umganga, at gjaldið á í mesta lagi 40.000 kr., aftur kemur at hanga fast tey næstu 20 árini, eigur útgjaldið úr barsilsskipanini blíva regulera eftir einum útvaldum lønarkarmi á arbeiðsmarknaðinum. T.d. um lønarkarmurin er 3,5%, so hækkar útgjaldið úr barsilsskipanini við 3,5%. Við einari slíkari skipan verður tryggjað, at útgjaldið úr barsilsskipanini ongantíð aftur verður afturút silgt.

– Tað eigur ikki at verða av fíggjarligum ávum, at komandi foreldur velja Føroyar frá ella frávelja at fáa sær fleiri børn. Við einari góðari barsilsskipan, so er sannlikindini eisini nógv størri fyri, at føroyingar velja Føroyar til í staðin fyri at velja Føroyar frá. Latið okkum saman taka lógvatak fyri, at fáa hettar avgreitt longu nú í heyst. Tað er tað einasta virðiliga fyri komandi foreldur í Føroyum.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 13. oktober 2023

7 Leygardagur 14. oktober 2023

Trý mál um kynsligan ágang um vikuskiftið

Talan er um tað, sum verður nevnt drugrape – Tað er ikki vanligt at fáa trý slík mál sama vikuskifti, sigur løgreglan

(Savnsmynd)
SkrivaÐ:

Alda Nielsdóttir

Um vikuskiftið hevur løgreglan fingið tríggjar fráboðanir frá kvinnum, um at tær møguliga hava verið útsettar fyri tað, sum verður nevnt drugrape - tá onkur koyrir doyvandi evnir í drykkin ella matin hjá fólki fyri síðani at útseta tey fyri kynsligum ágangi.

Kvinnurnar hava verið í býnum í Havn, og so hava tær fingið okkurt í gløsini, sum ikki skuldi vera í, og hava tær illgruna um, at tær síðani eru útsettar fyri ágangi.

Tað er ikki vanligt, at løgreglan fær tríggjar slíkar fráboðanir yvir eitt vikuskifti, sigur vaktleiðarin á løgreglustøðini í Havn, sum ikki fær sagt meira um málini, meðan tey enn verða kannað.

– Men hetta er ein áheitan á fólk um at vera ansin, tá tey fara í býin og ikki lata gløsini standa, tá tey eitt nú fara at dansa ella á vesi.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 09. oktober 2023

8 Leygardagur 14. oktober 2023

Nú verður aftur ólógligt at stilla bilin sum best ber til

Stadionøkið í Gundadalið verður aftur skipað sum parkeringsforboðssona, har tað bert er loyvt at parkera innanfyri uppmerktu parkeringsbásarnar

 
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Stadionøkið í Gundadalið verður aftur skipað sum parkeringsforboðssona, har tað bert er loyvt at parkera innanfyri uppmerktu parkeringsbásarnar.

Skeltini, ið vísa, hvar parkeringsforboðssonan byrjar, eru nú sjónlig aftur, og tað er nú aftur bannað at parkera uttanfyri parkeringsbásarnar í økinum.

Tað er tekniska nevnd hjá Tórshavnar býráð, sum hevur samtykt, at parkeringin í økinum aftur skal skipast sum parkeringsforboðssona. Málið varð lagt fyri teknisku nevnd, eftir at ivi varð sáddur um eina áður tikna avgerð um at skipa parkeringina í økinum sum sonuparkering.

Ivamálið leiddi til, at kommunan í løtuni kannar, um nøktandi heimild hevur verið fyri at uppkrevja parkeringsbøtur í økinum, og hesin spurningur verður helst avgreiddur seinni í mánaðinum. Tá verður støða tikin til, um Tórshavnar kommuna skal endurrinda bøtur, ið eru uppkravdar í Gundadali.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 12. oktober 2023

9 Leygardagur 14. oktober 2023

- Landsstýrismaðurin gongur í sjálvdrátti

Tað er yvirhøvur eingin semja, sigur tingmaður í Javnaðarflokkinum

Bjarni Hammer, tingmaður fyri Javnaðarflokkin (Savnsmynd: Jens Kr. Vang)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

- Tað er yvirhøvir ongin semja! Landstýrismaður gongur í sjálvdrátti.

Tað skrivar Bjarni Hammer, tingmaður fyri Javnaðarflokkin í viðmerking undir einari grein hjá Dimmalætting á Facebook við yvirskriftini "Hava funnið semju um prísin á ferðaseðlum við Strandferðsluni".

Dennis Holm, landsstýrismaður í samferðslumálum, legði í síðstu viku nýggja prísskipan fram, og segði at semja var í samgonguni um hetta. Soleiðis vísti tað seg ikki at vera, tí Karlot Hergeirsson, tingmaður fyri Framsókn, hótti fríggjadagin við at leggja misálit fram móti landsstýrismanninum.

Løgmaður hevur upplýst, at tað ikki bara er Karlot Hergeirsson, sum er ónøgdur, men at onnur í samgonguni heldur ikki taka undir við prísbroytingunum og prinsippinum í uppskotinum.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 10. oktober 2023

10 Leygardagur 14. oktober 2023

Hagstovan: Talið á løntakarum í september var 28.001

Talið er nærum óbroytt í mun til í september í fjør

(Savnsmynd: Hagstovan)
SkrivaÐ:

Alda Nielsdóttir

Í september var talið á løntakarum í Føroyum 28.001. Tað er nærum tað sama sum í september í fjør, tá talið á løntakarum var 27.977.

Talið á mannligum løntakarum í september var 14.367, meðan talið á kvinnuligum løntakarum var 13.634, vísa tøl frá Hagstovuni.

Av teimum 28.000 løntakarunum arbeiddu nærum 70 prosent í tænastuvinnuni, og um 15 prosent í fiskivinnu o.a. tilfeingisvinnu, og byggivinnuni.

92,4 prosent av løntakarunum vóru danskir ríkisborgarar, meðan 7,6 prosent høvdu annan ríkisborgaraskap. Tað er nærum sama býti sum í september í fjør.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 11. oktober 2023

11 Leygardagur 14. oktober 2023

Hetlendingar á kanningarferð í Føroyum

Alsamt fleiri hetlendingar ganga inn fyri at brúka Føroyar sum fyrimynd til útbygging av framtíðar undirstøðukervinum við m.a. undirsjóvartunlum

Hetland stendur til at skula útskifta ferjuflotan, og nú verður tosað um, at undirsjóvartunlar eins og teir í Føroyum kunnu vera við til at mynda framtíðar samferðsluna og undirstøðukervið.
SkrivaÐ:

Jan Müller

Ein tunnilsbólkur úr oyggjunum Yell og Unst í Hetlandi hevur verið á kanningarferð í Føroyum. Hetlendingar meta seg kunna fáa íblástur í Føroyum til at byggja út hetlendska undirstøðukervið og samferðsluna við líknandi undirsjóvartunnlum, sum  Føroyar hava bygt. Hetta skrivar Shetland News í morgun. 

[object Object]

Nú flestu av ferjunum, sum binda oyggjarnar í Hetlandi saman, eru við at vera gamlar og ótíðarhóskandi halda bæði politikarar og borgarar, at tíðin er komin til at binda oyggjarnar saman við undirsjóvartunlum álíkt teimum í Føroyum. Talan er her um áhugabólkar, sum hava savnað pening saman til at skunda undir ætlaninar.

Hetlendingarnir vitjaðu fleiri av føroysku undirsjóvartunlunum og høvdu eisini høvi til at vitja Sandoyartunnilin, sum enn ikki er liðugur. 

Ferðalagið hevði høvi at hitta umboð í Føroyum, sum kundu geva teimum íblástur til at brúka Føroya sum fyrimynd.

Heimafturkomið skal ferðalagið nú gera eina frágreiðing frá vitjanini í Føroyum at lata myndugleikum og áhugaðum. Umboð fyri ferðalagið sigur, at Føroyar hava 60 ára royndir við tunlum, og hesar kunnu hetlendingar gera brúk av.

[object Object]

Serstakliga vitjanin í Sandoyartunnlinum hevði stóran áhuga, nú tað vísir seg, at nýggja sambandið fer at bera í sær, at fleiri nýggj hús verða bygd og at fólk flytur til oynna aftur heldur enn av oynni. Barnagarðar verða eisini bygdir til fólkavøksturin í kjalarvørrinum á tunnilsgerðini og fasta sambandinum til høvuðsstaðin og restina av landinum. 

- Hetta er nakað vit øvunda eini oyggj sum Sandoynni sigur eitt av umboðunum, Duncan Gray við Shetland News. Hann mælir øllum hetlendingum, sum halda tað vera rætt at byggja undirsjóvartunlar í Hetlandi at fara til Føroya og síggja við egnum eygum, hvussu stóran týdning tunlarnir hava fyri landið. 

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 11. oktober 2023

12
Leygardagur 14. oktober 2023

Gadus doyptur sunnudagin

Dópurin verður í Klaksvík sunnudagin kl. 14

(Mynd: JFK)
SkrivaÐ:

Alda Nielsdóttir

Nýggi Gadus, sum varð yvirtikin fyri umleið tveimum vikum síðani, verður doyptur komandi sunnudag klokkan 14 í Klaksvík, boðar JFK frá í tíðindaskrivi.

– Skipið er í dag vestanfyri Írland, og ferðin heim hevur gingið væl. Gadus stevnir inn á Klaksvíkina sunnudagin og kemur at liggja á vestursíðuni beint við Netastovuna.

– Skipið er serbygt til veiðu í Barentshavinum, soleiðis at øll veiðan kann takast við í land, eins og Gadus er gjørdur at møta teimum avbjóðingum, sum fiskivinnan setir í dag og árini frameftir, skrivar JFK.

Á skránni sunnudagin verða røður og tónleikur frá m.ø. Klaksvíkar Hornorkestri, og eftir dópin eru øll vælkomin umborð á Gadus at síggja nýggjasta skipið í føroyska flotanum.

Eisini letur Fish and Chips búðin hjá JFK upp eftir dópin, har møguleiki verður at fáa eina máltið. Aftur hesaferð eru tað kendu ensku kokkarnir, sum í fleiri ár hava verið á Sjómannadegnum, ið koma at standa fyri matgerðini. Fish & Chips búðin stongir klokkan 18.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 13. oktober 2023

13
Leygardagur 14. oktober 2023

Ólavur skal setast í stand

Ein grunnur er settur á stovn og hevur keypt næstan 100 ára gamla postbátin í Vestmanna

(Mynd: Birgir Waag Høgnesen / Føroya Fiskimannafelag)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Gamli postbáturin í Vestmanna Ólavur frá 1930, sum staðið á landi við skipasmiðjuna í Vestmanna síðani januar 2020, skal nú setast í stand.

Hetta skrivar heimasíðan hjá Fiskimannafelagnum.

Tað eru Bárður á Steig Nielsen og aðrir sum hava tikið stig til ein grunn, og ætlanin er at seta bátin í uppruna stand.

Vestmanna kommuna hevur samtykt at stuðla verkætlanini við 150.000 krónum. Arbeiðið við næstan 100 ára gamla postbátinum, er mett at taka hálvtannað ár.

Meira kann lesast á fiskimannafelag.fo

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 07. oktober 2023

14 Leygardagur 14. oktober 2023

Ocean Rainforest gjørt sáttmála um tøkni- og marknaðarmenning í USA

Við hesum sáttmálanum, sum er partur av átaki nevnt “MARINER”, hevur Department of Energy tryggja Ocean Rainforest umstøður at halda fram við at menna aling av stórtara framvið vesturstrondinu í USA

 
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Amerikanska orkumálaráðið hevur umvegis granskingarskipanina Advanced Research Projects Agency - Energy (ARPA-E) gjørt sáttmála við Ocean Rainforest fyri góðar 30 milliónir krónur til framhaldandi tøkni- og marknaðarmenning í sambandi við taraaling á opnum havi framvið Kalifornia strondini. Við hesum sáttmálanum, sum er partur av átaki nevnt “MARINER”, hevur Department of Energy tryggja Ocean Rainforest umstøður at halda fram við at menna aling av stórtara framvið vesturstrondinu í USA.

Samstarvið kom upprunaliga í lag, tá Ocean Rainforest fekk í boðið at skipa eina royndarverkætlan í Kalifornia. Ocean Rainforest skal nú lyfta royndarverkætlanina frá øðrum til triðja stig, so farast kann undir veruliga framleiðslu burturúr stórtaranum Macrocystis pyrifera í frálanda umhvørvinum úti fyri Santa Barbara.

Í samstarvi við aðrar fyritøkur og granskingarstovnar, sum eru partur av “MARINER” átakinum, skal Ocean Rainforest royna nýskapandi alitøkni, so sum sjálvvirkandi gróðursetan, tøkni til skurð, ætlan fyri vøkstri og sjálvirkandi eftirliti, ið betra útlitini fyri fíggjarliga haldførum vøkstri í taraalivinnuni.

Við verkætlanina ber til at fáa gongd á undanframleiðslu av biomassa, ið lættir um marknaðar tilgongdina fyri tarúrdráttir til mat- og fóðurframleiðslu, sum fer at minka munandi um CO2 útlátið.

Taraaling er viðurkend sum ein hin mest burðardygga og umhvørvisvinarliga framleiðslan av biomassa. Taraalingin troytir hvørki dyrkilendi ella feskt vatn, og honum tørvar ikki fóður, men bert sólarljós og føðsluevnir í sjónum fyri at vaksa.

– Vit takka teimum sum fíggja verkætlanina, verkaætlanarfelagar, og arbeiðstoymi fyri álit, stuðul og treytaleyst nærlagni í stríðnum fyri at menna hesa verkætlanina. Vit eru errin um viðurkenningin frá ARPA-E Mariner, tí hon staðfestir eina týðandi undirtøku fyri okkara hugsjón og eldhuga fyri at skapa eina burðardygga framtíð, sigur stjórin í Ocean Rainforest, Ólavur Gregersen.

Ocean Rainforest leggur framhaldandi alla orku í eina nýskapandi og burðardygga taraaling í Norðuratlantshavinum og Útnyrðingskyrrahavinum, sum fremur eina sunna vistskipan.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 11. oktober 2023

15
Leygardagur 14. oktober 2023

Spart 200.000 tons av Co2

Føroyskur laksaalari hátíðarheldur umhvørvisbragd, eftir at tey góvust at útflyta laks loftvegis

(Mynd: Polar Films)
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Hiddenfjord hátíðarheldur sína slóðbrótandi avgerð um at útflyta allan laks sjóvegis. Átakið hevur spart heiminum 200.000 tons av CO2 seinastu trý árini. Hiddenfjord hevur lagt seg eftir at skerja CO2-útlátið. Skiftið frá loft- til sjóflutning hevur skert samlaða útlátið hjá felagnum meira enn ein helming.

Fyri at seta hetta roysnið í samanhang samsvara 200.000 spard tons av CO2 við útlátið frá brennievnisnýtsluni á øllum akførum og húsarhaldum í Føroyum í 2022. Hetta er sambært tølum frá Hagstovu Føroya.

[object Object]

Hiddenfjord er fyrsta og einasta felag í alivinnuni at steðga øllum útflutningi loftvegis. Hetta varð gjørt hóast stóra vandan fyri, at laksamarknaðirnir í Asia og USA, ið vanliga rinda høgan prís fyri laks, fóru fyri skeytið.

- At flyta mat loftvegis er snøgt sagt óetiskt, sigur Atli Gregersen, stjóri í Hiddenfjord.

Atli fekk íblástur til at taka endaligu avgerðina eftir ein fyrilestur um veðurlagsbroytingar, nevndur “At gera mun”, sum tónleikarin og aktivisturin Bob Geldof helt í Føroyum.

- Geldof helt fyri, at ganga og grunda ov leingi um fyrimunir og vansar í einum tiltaki fær einki at henda. Far til verka! Alt verður greiðari, og tú fert at brúka alla orkuna til at finna loysnir og at náa tínum málum, sigur Atli.

So skjótt avgerðin um at steðga øllum loftvegis flutningi var tikin, fór Hiddenfjord undir at kanna møguleikarnar at senda laksin sjóvegis til USA. Ein heilt serstøk framleiðslu- og køliskipan varð ment. Hiddenfjord eydnaðist at varðveita góðskuna á laksinum, sum øll vilja hava, og longdi harumframt haldførið hjá feska laksinum.

Keyparar í USA vóru ivasamir, men tóku av heilum huga undir við skiftinum til sjóflutning, og skarin av keyparum er vaksin nógv. Í Evropa hava keyparar havt gagn av hesi góðskumenning og longda haldførinum. Tey hava treytaleyst viðurkent laks frá Hiddenfjord sum tann besta. Asia-marknaðin røkkur Hiddenfjord ikki, tí longda flutningstíðin er ov long til feskan laks.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 10. oktober 2023

16 Leygardagur 14. oktober 2023

Døgg Nónsgjógv gevur út EP

Døggfallin er heitið á útgávuni við fimm løgum, ið viðgera djúp, kenslulig evni, so sum heimleysan kærleika, sorg, lammandi ótta og vón

 
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Fyri tíggju árum síðani trein ein ung Døgg Nónsgjógv á føroyska tónleikapallin og gjørdist beinanvegin fólkaogn við lagnum Tú tók mína hond”. Síðan 2013 hevur Døgg givið eina heildarútgávu og fýra stakløg út.

Nú letur Døgg Nónsgjógv úr hondum eina EP við heitinum Døggfallin”. Á útgávuni eru fimm løg, ið viðgera djúp, kenslulig evni, so sum heimleysan kærleika, sorg, lammandi ótta og vón. Intima ljóðmyndin og ráu erligu tekstirnir leggja upp til persónligt samband við lurtaran – eins og samrøður millum vinir um trupul evni.

Løgini eru skrivað í samstarvi við Høgna Lisberg, sum eisini hevur staðið fyri at framleiða útgávuna.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 11. oktober 2023

17 Leygardagur 14. oktober 2023

Bernhard fekk Ársins Sálarheilsuvirðisløn 2023

- Bernhard hevur í mong ár verið virkin í Frelsunarherinum, har hann hevur gjørt eitt serliga gott arbeiði fyri heimleys í Føroyum

(Mynd: Sinnisbati)
SkrivaÐ:

Alda Nielsdóttir

Aftur í ár skipaði Sinnibati fyri stórum tiltaki á Altjóða Sálarheilsudegnum týsdagin 10. oktober. Í ár var tiltakið við Løkin í Runavík, og í ár fekk Bernhard H. Petersen virðislønina.

– Bernhard hevur í mong ár verið virkin í Frelsunarherinum, har hann hevur gjørt eitt serliga gott arbeiði fyri heimleys í Føroyum. Hann var við í arbeiðinum, tá Frelsunarherurin fyri 25 árum síðani læt Herbergið upp, segði nevndin í Sinnisbata m.a. í grundgeving sínari.

Tað var Sirið Stenberg, landsstýriskvinna í almanna- og mentamálum, sum handaði virðislønina. Røðan, sum landsstýriskvinnan helt í sambandi við handanina, kann lesast her.

[object Object]
Sirið Stenberg, landsstýriskvinna í almanna- og mentamálum handaði virðislønina týsdagin (Mynd: ammr.fo)

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 11. oktober 2023

18 Leygardagur 14. oktober 2023

Gera svimjihylin í skúlanum um til ein sal

Eitt sonevnt auditorinum skal gerast í Vágs skúla. Hølini hava ikki verið nýtt í átta ár, men nú er sattmáli gjørdur við Norcon, og farast kann undir fyrsta byggistig

Til fíggjarætlanina í ár, setti býráðið í Vági 750.000 krónur av til at byrja uppá arbeiðið (Mynd: vagur.fo)
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

Síðani svimjihylurin í Vágs Skúla stongdi í 2015, hevur hølið ikki verið brúkt. Tað hevur verið ein ætlan um at gera svimjihylin til eitt auditorinum, men henda ætlanin hevur næstan bert verið ein tanki.

Hetta skrivar Vágs kommuna á heimasíðu sínari, í samband við at nú er gongd komin á ætlanina.

- Í gjár gjørdi Norcon og Vágs Kommuna avtalu um, at byrja uppá arbeiði at gera auditorium í gamla svimjihylinum í Vágs Skúla. Fyri Norcon vóru tað Hjalmar Magnussen og Rúni Eyðunson og fyri Vágs Kommunu, vóru tað borgarstjórin, Bjarni Johansen, og Levi R. Mørk, formaður í Mentamálanevndini, sum skrivaðu undir.

Til fíggjarætlanina í ár, setti býráðið í Vági 750.000 krónur av til at byrja uppá arbeiðið.

Fyrsta byggistig umfatar at gera pall, sitipláss uppeftir skráninginum og saga hol í síðurnar í tí djúpa partinum av svimjihylinum, so slepast kann inn frá ganginum, har miðdeildin gongur, skrivar vagur.fo.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 12. oktober 2023

19 Leygardagur 14. oktober 2023

Danmark útbyggir sól- og vindorkuna

32 orkulundir skulu setast upp um alt landið og fýrfalda grøna streymframleiðslu á landi

 
SkrivaÐ:

Jan Müller

Danmark hevur verið kallað vindorkulandið, nú tað var eitt tað fyrsta landið í heiminum at fara undir at framleiða streym frá vindmyllum. Og síðani hevur tað bara gingið ein veg. Vindmyllur eru settar upp kring alt landið, myllur, sum oftani eru framleiddar í Danmark. 

Seinastu tíðina hevur vindorkuvinnan tó verið í mótvindi. Fyrst og fremst tí at avgreiðslutíðin frá umsókn til endaligt loyvi at seta upp vindmyllur hevur tikið so drúgva tíð. Harnæst tí at USA og Kina eru farin at lata almennan stuðul til vindorkuvinnuna, og tað hevur gjørt, at vindorkuvinnan í eitt nú Danmark hevur ikki verið kappingarfør. 

[object Object]

Danmark hevur sett út í kortið tvær risastórar orkuoyggjar, ein í Norðsjónum og ein á Bornholm í Eystrasalti. Hesar eru komnar í drag. Nú vil danska stjórnin við einum nærum samdum Fólkatingi aftanfyri seg spenna seg út við at byggja út orkulundir á landi við bæði vind- og sólorku. 

Endamálið hjá donsku stjórnini um meiri grønan streym er fyrst og fremst, at Danmark skal innan 2030 vera heilt óheft at nátúrgassi.

Tað samtykti ein stórur meiriluti í Fólkatinginum í 2022. Fyri at røkka hesum máli skal framleiðslan av grønum streymi frá solkyknum og vindmyllum á landi fýrfaldast fram til 2030. Tað svarar til 50 mió. kilowatt tímar ella meira enn nokk til 11 mió. húsarhald. Tað merkir so aftur, at tað verður tørvur á nógv størri økjum á landi til bæði sólpanel og vindmyllur.

Til tess at røkka hesum málum skulu setast upp 32 orkulundir í 19 kommunum í Danmark. Hvør orkulund skal kunna framleiða fýra ferðir meira orku enn 8 stórar vindmyllur.

Nýggja ætlanin hjá donsku stjórnini varð løgd fram mánadagin. Hon ber í sær, at grannarnir, har orkulundirnar verða settar upp, fáa pengar frá landinum, og  tað skal so eisini taka stytri tið at fáa orkutiltøkini framd. Ætlanin er at seta upp orkulundir í 32 økjum ymsa staðni í Danmark.

Ein av teimum, sum dámar uppskotið hjá stjórnini er Brian Vad Mathiesen. Hann er professari í orkutilrættalegging við Aalborg Universitet og granskar í grøna orkuskiftinum í Danmark.

Hann sigur sambært DR, at hóast ætlanin hjá stjórnini ikki er nóg mikið til at fýrfalda grønu orkuna innan 2030, so er hon eitt týðandi stig á leiðini. Honum dámar sera væl ætlanina at lata fólki, sum búgva í økjum nærhendis komandi orkulundum, eina gularót tvs. pening í kompensatión.

Eisini veðurlags- orku- og veitingarráðharrin Lars Aagaard er nøgdur við ætlanina og serstakliga búskapin aftanfyri. Lagt verður upp til at íalt 4,5 mia. kr. skulu býtast fram til 2030. Umleið ein fjórðingur til grannar og restin til lokalsamfelagið.

-Vit hava brúk fyri, at øll kunnu síggja fyrimunirnar við grøna orkuskiftinum. Tí skulu tey, sum búgva tætt við, fáa meira í kompensatión enn tey fáa í dag sigur Lars Aagaard. Pengarnir skulu koma frá orkufeløgum, sum seta upp orkuskipaninar. Pengar eru nevniliga at forvinna við at byggja vindmyllur og sólpanel í dag.

Ráðharrin legði fram ætlanina hjá stjórnini í Vejen í Jútlandi, har hann legði dent á, at tað skal vera lættari og skjótari at seta upp tær nýggju orkulundirnar. Hetta er neyðugt, skal grøna orkan fáa undirtøku millum fólk. Lóggávan, sum skal tryggja hetta, má koma uppá pláss skjótt. Tað hevur tí skund at fáa góðkenningarskipaninar at ganga nógv skjótari sigur Brian Vad Mathiesen.

[object Object]

Tað tekur Kommunernes Landsforegning eisini undir við. Felagið heldur gongdin higartil hevur verið alt ov sein og trek at fáa nýggjar verkætlanir í gongd. Neyðugt er, at Christiansborg skapar neyðugu lógarkarmarnar. Forkvinnan í KL heldur tað eisini vera gott, at stjórnin nú kemur við fleiri pengum til lokalsamfeløgini, har orkulundirnar koma at liggja. 

Eisini Green Power Denmark, sum umboðar orkuvinnuna, hevur bara gott at siga um nýggju ætlaninar við orkulundum. Men undirstrikar at nú er nokk tosað. Nú má nakað henda.

Í løtuni gongur tað við sniglaferð við grønari orku á landi. Veðurlagið vil hava, at tað gongur skjótari, fyritøkurnar vilja sleppa í gongd og sama er við brúkaraunum, sum vilja hava biligari grønan streym sigur Kristian Jensen, stjóri í Green Power Denmark.

Hann heitir á Fólkatingið um at gera eina breiða avtalu so skjótt til ber soleiðis, at hetta bara verður fyrsta stigið á leiðini.

Lars Aaagaard heldur tað vera møguligt at koma í gongd innan eitt til hálvtannað ár.

Hann vísir tó á, at fólk og myndugleikar mugu hava virðing fyri, at tað skulu gerast ætlanir fyri lokaløki, eins og umhvørvisgóðkenningar skulu gerast. Tað slepst ikki undan, at tað tekur sína tíð, men vit mugu seta meira ferð á heldur hann. 

Keldur: DR, Politiken, EnergyWatch

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 12. oktober 2023

20 Leygardagur 14. oktober 2023

Sabotasja móti gassleiðing millum Estland og Finland

Helst er hol á eini týðandi gassleiðing millum Estland og Finland eins og ein samskiftiskaðal er skaddur

 
SkrivaÐ:

Jan Müller

Talan er um Balticconnector gassleiðingina, sum flytur stóran part av gassinum, sum verður brúkt í Finlandi, úr Estlandi. Hóast tað enn ikki ber til at siga, um talan veruliga er um sabotasju, so bendir nógv á, at “onkur” hevur skatt bæði orkuveiting og samskiftisveiting við vilja. Hetta ásannar finski forsetin men vil enn ikki siga nakað um, hvør kann standa aftanfyri.

[object Object]

Hendingin hevur aftur reist spurningin um trygdina á undirstøðukervinum í Norðurlondum, har fleiri dømi eru um, at russar í longri tíð hava njósnast og kortlagt bæði olju- og gassleiðingar eins og samskiftiskaðalar bæði í Eystrasalti og í Norðsjónum.

[object Object]

Í Nato síggja tey støðuna sum sera álvarsliga og hava sagt seg vilja hjálpa Finlandi. Hóast gassveitingin til Finlands ikki hevur altavgerandi týdning fyri landið, so dúvar stórur partur av finska ídnaðin uppá nettupp gass frá hesi leiðingini.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 10. oktober 2023

21 Leygardagur 14. oktober 2023

Arbeiðið við Dalstunlinum gingið væl

Eftir ætlan verður tunnilin skotin í gjøgnum í november, og ætlin er eisini at breiðka verandi vegir báðumegin tunnilin, sigur Dennis Holm, landsstýrismaður

Dennis Holm, landsstýrismaður (Savnsmynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Alda Nielsdóttir

Arbeiðið við Dalstunlinum hevur sum heild gingið væl, og eftir ætlan verður tunnilin skotin í gjøgnum í november.

Tað sigur Dennis Holm, landsstýrismaður við samferðslumálum í svari til fyrispurning hjá Sólvit Nolsø úr Framsókn.

Fyrsta skotið var latið fyri nærum trimum árum síðani, 5. november 2020. Dalstunnilin verður 2.165 metrar, og tilhoyrandi vegagerð 300 metrar.

Í 2024 verður hildið fram við arbeiðinum inni í tunlinum við at gera tunnilsvegin, tryggja tunnilin til almenna ferðslu og annað. Ætlanin er eisini at breiðka verandi vegir báðumegin tunnilin, soleiðis at tað verður høgligari at koyra.

– Partur av vegnum í Húsavík er breiðkaður, men arbeiðið er ikki liðugt enn. Ætlanin er fyrst at breiðka vegin, har landið longu eigur økið fram við vegnum. Hetta merkir, at vegurin ikki fær fulla breidd allan vegin. Tó er møguleiki at gera hetta seinni, um tørvur er á tí, sigur Dennis Holm.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 07. oktober 2023

22 Leygardagur 14. oktober 2023

Tummas Kannuberg virkandi sóknarprestur í Sjóvar prestagjaldi

Hann verður virkandi sóknarprestur fyrstu mánaðirnar næsta ár

 
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Tummas Kannuberg verður virkandi sóknarprestur í Sjóvar prestagjaldi fýra teir fyrstu mánaðirnar í komandi ári. Tað var avgjørt á felags kirkjuráðsfundi í Sjóvar prestagjaldi 4. oktober.

Sóknarpresturin tey seinastu 13 árini, Símun Persson Jacobsen, fer í lestrarfarloyvi nevnda tíðarskeið. Skipanin innan fólkakirkjuna leggur upp til, at tveir sóknarprestar kunnu fara í farloyvi um árið við lestri í hyggju.

Tummas Kannuberg, ið er ættaður úr Leirvík, tók prógv sum gudfrøðingur á Keypmannahavnar Universiteti í 2021. Tummas hevur síðani m.a. starvast sum námslektari á námsvísindadeildini í Fróskaparsetri Føroya. Í løtuni er hann sóknarprestur í Sparkær-Gammelstrup og Stoholm í Viborg Stift, har hann hevur verið prestur í eitt gott ár.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 10. oktober 2023

23 Leygardagur 14. oktober 2023

Annika innsett í embætið sum sóknarprestur

Sunnudagin varð Annika Magnussen Gaard innsett í embætið sum sóknarprestur í Suðuroyar norðara prestagjaldi

(Mynd: Rúni Thomsen/Fólkakirkjan)
SkrivaÐ:

Alda Nielsdóttir

Sunnudagin varð Annika Magnussen Gaard innsett í embætið sum sóknarprestur í Suðuroyar norðara prestagjaldi.

Uni Næs, dómpróstur skipaði nýggja sóknarprestin í embætið undir gudstænastuni í Tvøroyrar kirkju.

Annika er 33 ára gomul, og er úr Tjørnuvík. Hon bleiv kandidatur frá teologisku deildini á Universitetinum í Keypmannahavn á sumri í fjør. 17. september varð hon prestvígd í Havnar kirkju.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 09. oktober 2023

24 Leygardagur 14. oktober 2023

Ásla nýggjur kommunulækni í Runavík

Ásla Høghamar tekur við starvinum í desember - hon verður fast í viðtalu 3 í Runavík

 
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

Heilsutrygd hevur nú sett nýggjan fastan kommunlækna í starv í Eysturoyar læknadømi.

Talan er um Áslu J. Høghamar, sum nam sær embætisprógv í læknafrøði í juni 2014 og fekk serlæknagóðkenning í almennum medisini í august 2023.

Ein part av serlæknaútbúgvingini var hon júst í Skálafjarðar læknadømi.

Sambært heimasíðuni hjá Runavíkar kommunu, tekur Ásla J. Høghamar við starvinum í viðtalu 3 í Runavík í desember 2023.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 10. oktober 2023

25 Leygardagur 14. oktober 2023

Jón Rói Jacobsen verður nýggjur kommunulækni í Berjabrekku

40-ára gamli havnarmaðurin tekur við starvinum í mars næsta ár, tá hann eftir ætlan er liðugur við serlæknaútbúgvingina

 
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

Heilsutrygd hevur sett Jón Róa Jacobsen í starv sum kommunulækna í Suðurstreymoyar læknadømi. Hann skal starvast í nýstovnaðu viðtaluni í Berjabrekku.

Hetta upplýsir Tórshavnar kommuna á heimasíðu sínari.

Jón Rói Jacobsen nam sær embætisprógv í læknafrøði í januar 2017. Hann fær væntandi serlæknagóðkenning í almennum medisini 29. februar 2024.

Jón Rói stendur til at taka við starvinum í Berjabrekku nakrar dagar seinni - 4. mars 2024. Í løtuni virkar hann  í Læknahúsinum í Hoyvík sum liður í serlæknaútbúgvingini.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 10. oktober 2023

26 Leygardagur 14. oktober 2023

Enn ein tilburður av fuglakrími hjá heimafugli

Sannlíkt er tað villfuglur, sum hevur smittað dunnur í Kollafirði

 
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Fríggjadagin í síðstu viku fekk Heilsufrøðiliga starvsstovan eina fráboðan frá einum borgara í Kollafirði, um at nakrar dunnur hjá honum vóru brádliga deyðar og ein var sjúk.

Heilsufrøðiliga starvsstovan fór á staðið fyri at taka sýni og seinni sama dag kom svarið, at dunnurnar høvdu fuglakrím. Avgerð varð tikin um, at allar dunnurnar skuldu takast av.

Tað er sannlíkt, at tað er villfuglur, sum hevur smittað dunnurnar.

Heilsufrøðiliga starvsstovan minnir á, at tað er umráðandi, at man so vítt gjørligt ansar eftir, at villur fuglur ikki kemur í sambandi við heimafugl.

Hetta er annar tilburðurin av fuglakrími. Í september var ein tilburður staðfestur á Eiði.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 09. oktober 2023

27 Leygardagur 14. oktober 2023

Kvinnuhúsið 130.000 frá Lions

Kvinnuhúsið í Havn og “Liv uttan harðskap” fingu hóskvøldið handaðan ágóðan av árligu ólavsøkuframsýningini hjá Lions Club Tórshavn

Jóan Petur Hentze, forseti í Lions Club Tórshavn, handaði hóskvøldið Fridu Jóanesarson Dam, námsfrøðingi, og0 Eyðvør Tausen Olsen, leiðara, ágóðan frá árligu ólavsøkuframsýningini
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Aftur í ár vóru fólk trúgv at vitja stóru listaframsýningini, sum var í Müllers Pakkhúsi í Havn. Mong nýttu eisini høvið til at ogna sær listaverk. Alt hetta gav so mikið gott avlop, at Lions Club Tórshavn hóskvøldið fekk handað Kvinnuhúsinum og “Liv uttan harðskap” 130.000 krónur.

– Vit eru ómetaliga takksamar, og kemur peningurin væl við til at arbeiða víðari við at basa harðskapi í parlagi og nærsambondum, siga fegnu móttakararnir.

Ólavsøkuframsýningin í Müllers Pakkhúsi er eitt av fleiri árligum tiltøkum, sum hava til endamáls at stuðla góðum endamáli, og Lions Club Tórshavn takkar fyri alla hjálp og allan stuðul.

Næst á skránni av slíkum tiltøkum er jóla- og adventstiltakið í Plantasjuni í Havn fyrsta sunnudag í advent, og til várs koma so stórsteypadystirnir í fótbólti og stóra tulipantiltakið


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 09. oktober 2023

28 Leygardagur 14. oktober 2023

Stórtap í Svøríki

Føroysku kvinnurnar stóðu seg tó heilt væl stóran part av fyrra hálvleiki. Svenska liðið var tó ov sterkt, og ov nógvar misnýttir møguleikar vóru

Nógv gott í avrikinum fyri steðginum, men seinni hálvleikur var ein heilt onnur søga (Mynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

Føroyska A-landsliðið við kvinnum løgdu út í EM-undankappingini við tí tørførastu møguligu uppgávuni í bólkinum: Á útivølli móti Svøríki. Svensku kvinnurnar eru endaðir í topp-fimm í trimum teimum seinastu endaspølunum, og hóast Føroyar hingu í, í fyrra hálvleiki, so sást stóra svenska góðskan og munurin so líðandi.

Tað var ein góð løta í fyrra hálvleiki, har Føroyar veruliga bjóðaði svensku vertunum av. Svøríki fekk skjótt eina leiðslu á nøkur mál, men tá føroyska álopið kom í gongd, og okkara samstundis fingu støðgað kontraálopinum og kroyst sviar í álopinum til tíðir, so kom munurin nakrar ferðir niður á tvey mál.

Maria Páldóttir Nólsoy kom á vøllin og hevði fleiri góð ting, og serliga eydnaðist innspælið til strikuna væl. Pernille Brandenborg vísti styrki, skoraði nøkur mál og vann brotskøst. Føroyar brendu tó nøkur brotskøst, og í seinna hálvleiki var heilt galið við brendum málmøguleikum. Føroyar skoraðu 13 mál fyri steðgin - næstan fleiri enn í báðum undankappingardystunum móti Svøríki í 2018 - og tað vísir framgond hjá Føroyum.

Evelina Eriksson kom inn í svenska málið, og CSM Bucaresti-málverjin bjargaði ferð eftir ferð føroysku royndunum eftir steðgin. Svøríki hevði økt um munin fyri steðgin og vann seinna hálvleik við ellivu málum.

Harvið gjørdist talan aftur um stórtap fyri Svøríki - næstan eins stórt sum fyri fimm árum síðani. Claus Mogensen og toymi kunnu tó fegnast um nøkur brigdi í spælinum, serliga í álopinum, og eisni avrikið í fyrra hálvleiki. Fleiri viðurskifti skulu tó bøtast. Nú skulu eyguni vendast móti heimadystinum móti Íslandi sunnudagin.  

EM-undankapping, 1. umfar
Uppsala, 12.10
Svøríki - Føroyar 37-20 (19-13)

Dystargongdin: 

5 min: 4-1
10 min: 7-3
15 min: 9-5
20 min: 11-8
25 min: 16-12
30 min: 19-13
35 min: 20-14
40 min: 24-14
45 min: 29-17
50 min: 32-18
55 min: 34-20

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 12. oktober 2023

29 Leygardagur 14. oktober 2023

NSÍ koppaði KÍ eftir longda leiktíð

Dania Andrasdóttir Olsen avgjørdi finaluna við brotssparki í longdu leiktíðini, og NSÍ hevði fleiri møguleikar enn føroyameistararnir. Steyp nummar tvey hjá NSÍ seinastu trý árini

(Mynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

Kvinnurnar hjá NSÍ eru steypavinnarar fyri aðru ferð. Hetta er greitt eftir dramatiska, spennandi og langa finalu á Tórsvølli í kvøld, har tær í gulum og svørtum at enda vunnu uppiborið.

Tað vóru annars favorittarnir úr KÍ, sum vóru omaná fyrstu løtuna, og í 30. minutti legði Durita Hummeland tær í bláum á odda. Hetta var eftir gott hornaspark frá Tórunn Højgaard Joensen og síðani stútara - eftir líknandi uppskrift sum 1-0 málið í steypafinaluni í fjør.

Eins og tá helt leiðslan ikki leingi, og longu í 32. minutti javnaði NSÍ. Tað eydnaðist at halda fast í álopinum, og eftir góðar dribblingar frá Heidi Sevdal og innlegg úr vinstru endaði bólturin hjá Lenu Olsen. Hon smekkaði til, og so var 1-1.

[object Object]
NSÍ hevur her javnað (Mynd: Sverri Egholm)

KÍ hevði havt leikliga yvirvág fyri steðgin, har NSÍ hevði ligið heldur langt afturi og dúga mest uppá umstillingar. Tað var tó liðið hjá Allani Dybzcak, ið kom betri út til seinna hálvleik. Heidi Sevdal fekk fríleypara í 54. minutti, men Óluva Allansdóttir Joensen bjargaði. Tað gjørdi dagsins KÍ-liðskipari aftur nakað seinni, og NSÍ skapti fleiri vandamiklar støður.

Tað lá meira til NSÍ at avgera og KÍ, sum tykiskt at sakna skøddu Sannu Svarvadal, tyktiskt heldur ráðaleyst. Tað gav tó álopsspælinum meira bit, tá Rannvá Biskopstø Andreasen kom á vøllin, og dysturin javnaði seg útaftur.

[object Object]
(Mynd: Sverri Egholm)

Myndir: NSÍ - KÍ

1-1 eftir 90 minuttir, og í 1. hálvleiki í longdu leiktíðini var KÍ vandameiri. Tað eydnaðist tó NSÍ at avgera alt. Í vanligu leiktíðini sá tá út sum brotsspark, tá Heidi Sevdal fór umkoll einaferð, og tíðliga í øðrum hálvleiki í longdu leiktíðini peikaði Høgni Madsen á blettin, tá unga og orkuríka Helga Mikkelsen fór umkoll í KÍ-brotsteignum eftir nærdyst við Duritu Hummeland.

[object Object](Mynd: Sverri Egholm)

Dania Andrasdóttir Olsen, ið spældi ein frálíkan dyst, sum ein av trimum miðverjum var ísakøld og sendi bóltin heilt upp í vinstra málhorn. Stórur fagnaður í NSÍ-leguni og eisini eftir seinasta bríksl. KÍ megnaði ikki at svara aftur, og NSÍ vann uppiborið í einari inntensari finalu, har nógvar flottar atgerðir vóru, og liðini vístu góðan stríðsvilja - serliga tær í gulum.

[object Object](Mynd: Sverri Egholm)

KÍ hevði ikki tapt á føroyskari jørð í 2023 undan finaluni. NSÍ vann eisini steypakappingina í 2021.

Steypafinalan hjá kvinnum 2023
Tórsvøllur, 07.10
NSÍ - KÍ 2-1 eftir longda leiktíð (1-1)
30' Durita Hummeland 1-0
32' Lena Olsen 1-1
109' Dania Andrasdóttir Olsen, br. 2-1

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 07. oktober 2023

30 Leygardagur 14. oktober 2023

Veðrið útsetur seinnu hálvfinaluna enn einaferð

Nýggja dagfestingin er mikudagin 25. oktober. Hetta merkir tríggjar dystir upp á seks dagar og møguliga ávirkan á niðurflytingarstríðið

Í løtuni eru eingi ljós á Svangaskarði - tað verður tó, helst, spælandi har 25. oktober (Mynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

Seinastu fýra árini er steypakappingin hjá monnum togað út til seinasta dystin á árinum. Hetta hevur tvær ferðir havt við sær, at finalan um Løgmanssteypið er spæld í desember.

Í ár er tað søgan um seinnu hálvfinaluan millum B68 og EB/Streym, ið bara ikki verður spæld. Fyrst varð hon flutt vegna evropeisku luttøkuna hjá KÍ, síðani legði nógvur vindur meinbogar í vegin, tá liðini vóru møtt upp á Svangaskarði 3. september, og nú er hon flutt fyri triðju ferð.

Fyrst var ivamál um landsliðsvirksemi órógvaði ov nógv, og nú er tað aftur veðrið. Veðrið mikudagin var heldur einki serligt, og tí var avgerð tikin um, at hálvfinalan verður flutt til mikudagin 25. oktober.

Hetta merkir, at bæði B68 og EB/Streymur skulu spæla tríggjar dystir uppá seks dagar eftir landsliðssteðgin. Hálvfinalan er nú løgd inn mitt í millum næstseinasta og seinasta umfar í Betrideildina.

Hetta kann ávirkan heldur smølu hóparnar, og so er tað eisini tað, at B68 hevur AB og ÍF á skránni í síðstu umførini. Hesi liðini hava alt at spæla fyri tá, í mun til at sleppa undan niðurflyting, og tað er helst eingin loyna, at hálvfinalan fer at fylla meira hjá B68 enn landskappingardystirnir.

Toftamenn eru á odda 3-0 eftir fyrru hálvfinaluna, sum var síðst í juni.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 10. oktober 2023

31 Leygardagur 14. oktober 2023

Sama støða í evropeiska stríðnum

Víkingur hevur nú vunnið ellivu dystir á rað, og B36 er ein sigur frá at staðfesta topp-trý. HB skoraði fýra ferðir við Stóra og jagstrar hini bæði

HB'arnir kundu fegnast fýra ferðir í Trongisvági, men B36 og Víkingur vunnu eisini (Mynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

Fult umfar var í Betrideildini seinnapartin, tá allir dystirnir í triðseinasta umfari vórðu spældir. Tríggir dystir vóru, sum høvdu týdning fyri evropeiska stríðið, og øll trý liðini, sum kappast, vunnu.

Víkingur vann fyri 11. ferð á rað, tá Jóhan Petur Poulsen og hansara lið vitjaðu á Svangaskarði. Martin Klein Joensen var við í øllum trimum málinum hjá liðnum úr Eysturkommunu, og bæði hann og Sølvi Vatnhamar hava nú 16 mál í Betrideildini. B68 hevur eina seinnu hálvfinaluna í steypakappingina at hugsa um - er á skránni mikudagin. Hóast tapið, so er liðið hjá Jákupi á Borg nú tryggjað pláss í 2023. Hetta tí, at hvørki ÍF ella TB vunnu.

TB spældi uttan millum annað Rógva Joensen, Salmund Bech og Nikolai Johannesen, og tað merktist. HB og TB spældu málleysan javnleik við Stóra tíðliga í ár, men hesaferð var eingin slingur í valsinum hjá favoritttunum úr høvuðsstaðnum. HB setti seg á dystin beinanvegin, og í fyrra hálvleiki skoraði Tróndur Jensen tvær ferðir. Hetta vóru fyrstu málini hjá Tróndi í Betrideildini í 25 mánaðir - tá skoraði miðvallarin eisini móti TB. Í øðrum hálvleiki skoraði Mikkel Dahl síni mál nummar trý og fýra hesa vikuna. Danin hevur 15 mál í Betrideildini, og HB vann 4-1.

[object Object]
Mynd: Sverri Egholm

Hetta var fyrsti sigur í seinastu fimm dystum hjá HB í Betrideildini, og liðið hjá Jákup Martini Joensen hevur tørv á, at Víkingur ella B36 snávar í síðstu umførunum. Eftir sigurin hjá B36 á 07 Vestur í dag er greitt, at liðið hjá Dan Brimsvík núr bert tørvar ein sigur fyri at tryggja topp-trý og harvið evropeiskt pláss. Tað byrjaði væl, men stutt fyri steðgin javnaði ungi og evnaríki Jón í Horni Nielsen fyri gestirnar í Gundadali. Heimaliðið setti tó tingini uppá pláss í seinna helmingi av seinna hálvleiki. Fyrst skoraði Valerijs Sabala til 2-1, og Jann Benjaminsen økti við frálíkum beinleiðis frísparki.

Landsliðssteðgur er, og tvey tey seinastu umførini avgera, hvørji lið fáa tryggjað sær Conference League-plássini. Um tað ikki eydnast hjá HB at koma í topp-trý, so hevur liðið ein eyka møguleika í steypafinaluni. 

Betrideildin hjá monnum, 25. umfar
Sunnudagin 08.10

B68 - Víkingur 0-3 (0-1)
35' Sølvi Vatnhamar (Martin Klein Joensen) 0-1
52' Martin Klein Joensen (Ingi Jonhardsson) 0-2
89' Jákup Johansen (Martin Klein Joensen) 0-3

B36 - 07 Vestur 3-1 (1-1)
12' Michal Przybylski 1-0
45' Jón í Horni Nielsen (Mathias Voss) 1-1
67' Valerijs Sabala 2-1
84' Jann Julin Benjaminsen 3-1

TB - HB 4-1 (2-0)
9' Tróndur Jensen (Viljormur Davidsen) 0-1
22' Tróndur Jensen 0-2
50' Mikkel Dahl (Mathias Præst Nielsen) 0-3
58' Mikkel Dahl (Adrian Justinussen) 0-4
89' John Villi Wøldike Leo 1-4

--------------------------------------------------

AB - KÍ 1-1 (0-0)
46' Filip í Liða (Ragnar Skála) 1-0
54' Hallur Hansson 1-1

ÍF - EB/Streymur 0-0

Sí eisni: AB og ÍF nærri niðurflytingarstrikuni

Støðan eftir 25. umfør:

1. KÍ 66 stig 
2. B36 56 stig 
3. Víkingur 54 stig 
4. HB 52 stig 
5. 07 Vestur 37 stig 
6. EB/Streymur 25 stig 
7. B68 21 stig 
8. TB 16 stig 
9. ÍF 16 stig 
10. AB 14 stig 

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 08. oktober 2023

32 Leygardagur 14. oktober 2023

AB og ÍF nærri niðurflytingarstrikuni

ÍF spældi málleysan javnleik móti EB/Streymi, og AB fekk eitt stig móti føroyameistarunum. Tey kunnu tó iðra seg - TB er framvegis frammanfyri. B68 er trygt

ÍF og TB hava nú bæði 16 stig, og bert eitt mál skilir liðini. Tey hittast í Fuglafirði um tvær vikur (Mynd: Jens Kr. Vang)
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

Fult umfar var í Betrideildini sunnudagin. Allir dystirnir í triðseinasta umfari byrjaðu klokkan 15, og sjóneykan var millum annað á botnstríðið.

TB stríðist fyri at halda ÍF og AB aftanfyri seg. Aldursforsetin hevur bert fingið eitt stig eftir summarsteðgin, og í dag var HB greitt omaná í Trongisvági. Tað endaði 1-4, og TB hevur nú lagnudyst í Fuglafirði beint eftir landsliðssteðin. 

[object Object]
Eitt nakað skert TB-lið megnaði ikki at forða HB í at skora fýra ferðir (Mynd: Sverri Egholm)

ÍF kom eitt fet nærri. Teir í reyðum kundu tó iðra seg, tí innan fyrstu tjúgu minuttirnar móti EB/Streymi misnýtti ÍF brotsspark og fekk mál kolldømt: Steven Van Dijk bjargaði royndini frá Hans Jákupi Lervig úr ellivu metrum, og løtu seinni var ein spælari í rangstøðu, ið ávirkaði spælið, beint áðrenn bólturin fór í málið hjá EB/Streymi.

ÍF hevði eisini nakrar góður støður eftir steðgin í Fuglafirði, áðrenn EB/Streymur fekk størsta møguleikan í seinna hálvleiki. Tað endaði tó málleyst: ÍF hevur nú eins nógv stig sum TB men er eitt mál verri. 

[object Object]
ÍF og AB stríðast hart fyri at yvirliva. Tey fingu eitt stig hvør í dag (Savnsmynd: Sverri Egholm)

KÍ gjørdist føroyameistari síðsta sunnudag, spældi evropeiskan dyst hóskvøldið og var uttan fleiri fastar spælarar í dag. Kortini var talan um eitt á pappírinum sterkt lið í grønum á Argjum. AB hevði sjálvsagt meira at spæla fyri enn KÍ, og tað sást eisini: Teir á heimaliðnum stríddust ógvuliga væl.

Eftir málleysan og heldur rótutan fyrra hálvleik, legði AB bragdliga fyri eftir steðgin. Í fyrsta minuttinum skoraði Filip í Liða væl eftir kontraálop. Leiðslan helt bert í átta minuttir. So skoraði Hallur Hansson sítt fyrsta mál fyri KÍ. AB'arnir vildu hava fríspark, tí beinið hjá Halli var høgt uppi, tá hann tamdi bóltin, áðrenn hann liggjandi fekk beint bóltin í málið.

Dómararnir vildu ikki lata við seg koma, og restina av dystinum hevði Páll Klettskarð nakrar møguleikar at avgera dystin. AB beit eisini frá sær, og í 90. minutti lyfti Marius Kryger Lindh, ið varð sendur fríur avstað, bóltin uppum.

1-1 varð endaliga úrslitið. Sum heild flott av AB ið tó framvegis hevur nógv eftir at gera seinastu tvey umførini. Uttan so at tað endar við javnleiki millum ÍF og TB í næsta umfari, so skal AB vinna á Toftum fyri at framvegis vera á lívi.

B68 hevur nú sum so einki at spæla fyri í Betrideildini: Tað sum í eina tíð hevur verið greitt, varð endaliga staðfest tí hvørki ÍF ella TB vunnu í dag: Hóast 0-3 tap fyri Víkingi er B68 nú tryggjað enn eitt ár í Betrideildini. 

Betrideildin hjá monnum, 25. umfar
Sunnudagin 08.10

AB - KÍ 1-1 (0-0)
46' Filip í Liða (Ragnar Skála) 1-0
54' Hallur Hansson 1-1

ÍF - EB/Streymur 0-0

TB - HB 4-1 (2-0)
9' Tróndur Jensen (Viljormur Davidsen) 0-1
22' Tróndur Jensen 0-2
50' Mikkel Dahl (Mathias Præst Nielsen) 0-3
58' Mikkel Dahl (Adrian Justinussen) 0-4
89' John Villi Wøldike Leo 1-4

--------------------------------------------------

B68 - Víkingur 0-3 (0-1)
35' Sølvi Vatnhamar (Martin Klein Joensen) 0-1
52' Martin Klein Joensen (Ingi Jonhardsson) 0-2
89' Jákup Johansen (Martin Klein Joensen) 0-3

B36 - 07 Vestur 3-1 (1-1)
12' Michal Przybylski 1-0
45' Jón í Horni Nielsen (Mathias Voss) 1-1
67' Valerijs Sabala 2-1
84' Jann Julin Benjaminsen 3-1

Støðan eftir 25. umfør:

1. KÍ 66 stig 
2. B36 56 stig 
3. Víkingur 54 stig 
4. HB 52 stig 
5. 07 Vestur 37 stig 
6. EB/Streymur 25 stig 
7. B68 21 stig 
8. TB 16 stig 
9. ÍF 16 stig 
10. AB 14 stig 

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 08. oktober 2023

33 Leygardagur 14. oktober 2023

Víkingur leingir við høvuðsvenjaran

Jóhan Petur Poulsen er venjari hjá Víkingi næstu trý árini

(Savnsmynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Venjarin hjá besta liðnum hjá Víkingi eitur Jóhan Petur Poulsen í øllum førum trý ár afturat.

Hesum boðar felagið frá.

Jóhan petur Poulsen tók við starvinum 1. september 2020, og hevði seinastu seks árini undan hesum, staðið á odda fyri næstbesta liðnum í Eysturkommunu.

- Vit hava m.a. framt eitt flott ættarliðsskifti við egnum leikarum, framleitt fleiri landsliðsleikarar, selt fleiri leikarar til útlondini og spælt okkum til evropeiskan fótbólt aftur. Mest umráðandi av øllum, so blomstrar felagsskapurin, og vit eiga eitt felag við góðum støðufesti og stuðli úr nærumhvørvinum, skrivar Víkingur.

- Hóast umstøðurnar í byrjanini av hesum kappingarárinum sóu avbjóðandi út, so hava vit enn einaferð víst, at hart arbeiði gevur úrslit.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 09. oktober 2023

34 Leygardagur 14. oktober 2023

Føroyingar stóran leiklut í uppflytingini hjá Fredrikstad

Brandur Hendriksson og Jóannes Bjartalíð skoraðu í 4-0 sigrinum. Tá Kongsvinger samstundis tapti, er sannførandi uppflyting til bestu deildina veruleiki hjá Mikkjali Thomassen og liði hansara

Jóannes Bjartalíð er toppskjútti í uppflytingarárinum hjá Fredrikstad. Klaksvíkignurin skal spæla í bestu norsku deildini í 2024 - seinasta felagið var har var í 2012 (Mynd: Fredrikstad)
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

Í øllum førum tríggir føroyingar verða í bestu norsku fótbóltsdeildini í 2024 - tveir á vølli og ein á venjarabonkinum. Hetta er greitt, eftir at Fredrikstad í dag vann greiðan sigur í Bergen, og kappingarneyti tapti. Fýra umfør resta í, í næstbestu norsku deildini, so sigast má, at talan er um sannførandi og flotta uppflyting hjá Fredrikstad.

Fyrsta málið í dystinum var sjálvmál hjá Åsane, men Jóannes Bjartalíð átti stóran leiklut í tí. Hetta var í 12. minutti, og eftir 25 minuttir var 2-0 til Fredrikstad. Talan var um stóra verjuvillu, og Brandur Hendriksson takkaði fyri. Hetta var annað málið hjá skálvíkinginum fyri norska felagið.

Fredrikstad fekk tvey mál afturat eftir steðgin. Jóannes Bjartalíð skoraði beinleiðis fríspark í 83. minutti - hann spældi fullan dyst, og Brandur varð skiftur út í 64. minutti. Tað gjørdist eisini 4-0, og tá Kongsvinger á triðja plássinum samstundis tapti 2-1 fyri Start, er uppflytingin endaliga veruleiki.

[object Object]
Mynd: Fredrikstad Fotballklub

Síðst Fredrikstad var í fremstu norsku deildini var í 2012, so sigast má, at talan var um ógvuliga flott avrik hjá Mikkjali Thomassen og liði hansara. Stórur føroyskur leiklutur í uppflytingini, og Fredrikstad fer helst at vinna deildina eisini. 

Bryne - við Rógva Baldvinsson í miðverjuni í 90 minuttir og Noah Mneney á bonkinum í 90 minuttir - tapti 1-0 fyri KFUM Oslo, ið allarhelst flytir upp saman við Fredrikstad.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 08. oktober 2023

35 Leygardagur 14. oktober 2023

Elias dagsins maður í Champions League-braki

Elias Ellefsen á Skipagøtu gjørdist javnsettur toppskjútti hjá Kiel, sum í kvøld basti Kielce. Pólska felagið hevur verið í Champions League-finaluni tvey ár á rað

Flúgvandi á hægsta evropeiska stigi: Føroyski spælskiparin Elias Ellefsen á Skipagøtu (Savnsmynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

Eftir avrikið móti Hamburg sunnudagin kom hann á vikuliðið í Bundesliguni. Í vikuni vísti Elias Ellefsen á Skipagøtu síni kynstur í Champions League.

Pólska stórfelagið hevur verið í finaluni seinastu tvey árini og hevur nógvar heimsstjørnur, men 21-ára gamli føroyingurin gjørdist javnsettur toppskjútti í dystinum, sum Kiel vann 35-31.

Elias skoraði sjey ferðir og legði upp til fleiri mál afturat. Nummar 71 var umráðandi partur av spælinum í øðrum hálvleiki, tá Kiel skoraði tjúgu ferðir. Kielce var annars á odda við einum máli í steðginum, men heimaliðið, við hoyvíkingingum sum spælskipara, vendi tí.

[object Object]
Mynd: THW Kiel 

Enn eitt flott avrik hjá føroyinginum, ið tikist at hava funnið seg til rættis í týska stórfelagnum. THW Kiel hevur fult stigatal eftir fýra umfør í Champions League-bólkaspælinum.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 11. oktober 2023

36 Leygardagur 14. oktober 2023

Steypakappingin fer nú í gongd

Sum nakað nýtt verður bólkaspælið avgreitt fyri jól. Fyrstu dystirnir hjá monnunum verða spældir leygardagin - hjá kvinnum er landsliðssteðgur

KÍF var í steypafinaluni í fjør og tapti tepurt fyri H71. Hesi liðini eru í sama bólki: Kollfirðingar leggja út á heimavølli móti Kyndli leygardagin - steypavinnararnir taka ímóti Team Klaksvík mitt í næstu viku (Mynd: Jens Kr. Vang)
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

- Umframt kvinnulandsdystir og European Cup dystir, eru eisini steypadystir hjá monnum á skránni í hesari vikuni. Fyrstu dystirnir í Faxe Kondi steypakappingini hjá monnum verða leygardagin, meðan ein eisini verður mikudagin í næstu viku.

Soleiðis skrivar Hondbóltssambandið á heimasíðu sínari seinnapartin. Tað hevur verið fast í langa tíð, at steypakappingin hjá bæði monnum og kvinnum hevur verið spæld øll sum hon í januar og februar, meðan landskappingarnar hava ligið stillar

Soleiðis er ikki hetta kappingarárið. Leisturin fyri Faxe Kondi kappingina varð broyttur eitt sindur í fjør og verður innleiðandi bólkaspælið nú leikt fyri jól, meðan hálvfinalur og finalur skulu spælast í februar. Stóra finaluvikuskiftið liggur 16. – 18. februar í 2024, skrivar hsf.fo.

Hondbóltssambandið upplýsir eisini, at sjálv skipanin er eins og undanfarnu ár:

- Liðini eru bólkaði í tveir bólkar eftir støðuni í landskappingini eftir grundspælið seinasta kappingarár, soleiðis at lið nr. 1, 4, 5 og 8 fara í ein bólk, meðan lið nr. 2, 3, 6 og 7 fara í ein bólk. Eftir bólkaspølini verða hálvfinalur millum nr. 1 í øðrum bólkinum og 2 í hinum bólkinum við einum úti- og heimadysti til liðini.

Hjá monnum verður lagt út leygardagin við lykladysti í bólki 1. Har eru bert trý lið, og tað fer helst at snúgva seg um, hvør fer at fylgja favorittunum VÍF víðari í hálvfinalurnar. StÍF tekur móti Neistanum - liðini spældu javnleik á Hálsi í Burn-deildini sunnudagin.

Hin bólkurin sær ógvuliga opin út. Har eru bæði steypafinaluliðini frá síðsta kappingarárið í. 1. umfar verður avgreitt leygardagin og næsta mikudag aftur (18. oktober).

Menn

Bólkur 1: VÍF, Neistin, StÍF

1. umfar, leygardagin 14.10
 
18.00: StÍF - Neistin

Bólkur 2: H71, KÍF, Team Klaksvík, Kyndil

1. umfar
Leygardagin 14.10, kl. 16.00: KÍF - Kyndil
Mikudagin 18.10, kl. 20.00:  H71 - Team Klaksvík

Sí fulla dystarskrá við at trýsta á navnið á bólkinum

Hjá kvinnum eru eingir dystir næstu vikuna vegna landsdystir. Steypakappingin hjá kvinnunum byrjar fyrsta vikuskifti í november - meðan menninir spæla venjingarlandsdystir í Íslandi.

Kvinnur
Bólkur 1: H71, Stjørnan, VÍF, EB

Bólkur 2: Kyndil, Neistin, StÍF og VB

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 10. oktober 2023

37 Leygardagur 14. oktober 2023

Jesper nýggjur venjari hjá StÍF

38 ára gamli danin hevur drúgvar og fjølbroyttar royndir sum venjari hjá bæði børnum og vaksnum – Hann verður høvuðsvenjari hjá bestama mansliðnum og hjá øllum dreingjaliðum, og fer til verka beinanvegin

Jesper Bak (t.v.), nýggjur høvuðsvenjari, og Egi Gothard Danielsen (t.h.), formaður í StÍF (Mynd: StÍF)
SkrivaÐ:

Alda Nielsdóttir

Jesper Bak verður nýggjur høvuðsvenjari hjá besta mansliðnum hjá StÍF.

– StÍF og Jesper Bak hava nú gjørt avtalu um samstarv hetta kappingarárárið. Hann fer til verka beinanvegin, boðar felagið frá í tíðindaskrivi.

Jesper verður eisini høvuðsvenjari hjá øllum dreingjaliðunum, og Mads Lindkvist heldur fram sum hjálparvenjari hjá mansliðnum.

Jesper Bak er 38 ára gamal og úr Danmark. Hann hevur drúgvar og fjølbroyttar royndir sum venjari hjá bæði børnum og vaksnum. Hann var venjari hjá børnum og vaksnum í 11 ár í felagnum Ajax København. Jesper hevur síðan 2022 til fyri stuttari tíð síðan verið høvuðsvenjari hjá mansliðnum og dreingjaliðunum hjá VÍF. Ein týðandi partur av arbeiðinum hjá Jesper hjá StÍF er at menna og kveikja verandi og nýggjar venjarar, skrivar StÍF, sum vegnast um nýggja samstarvið.

– Eg gleði meg at byrja sum venjari í StÍF. Tað eru rættiliga stórir møguleikar og tilfeingi í felganum, og eg gleði meg at vera við til at gera møguleikar til veruleika og at vera við í menningini, sum er í felagnum, sigur Jesper.

– Hjá mansliðnum ræður nú um, eftir turbulenta byrjan, at skapa ró um liðið, og at finna trúnna á, at tingini kunnu eydnast. So skulu vit nokk venda skútuni.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 13. oktober 2023

38 Leygardagur 14. oktober 2023

Tryggur sigur til Mahfoud

Tað eydnaðist Sarah Mahfoud at vinna á argentinsku Marcela Eliana Acuña

(Skíggjamynd: Pluto.tv)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Tað bleiv ein tryggur sigur til donsku-føroysku Sarah Mahfoud, sum leygarkvøldið skuldi verja sítt heiti í Silver Championship í fjøðurvekt hjá WBC-boksisamgonguni.

Hetta var á Danish Fight Night, sum var í Royal Arena á Amager leygarkvøldið, og Sarah Mahfoud boksaði móti argentinsku Marcela Eliana Acuña.

[object Object]

Dómararnir vóru ikki í iva tá tað samanumkom, og 33 ára gamli boksarin vann dystin trygt.

Sarah Mahfoud skal boksa aftur 13. januar, men enn er ikki greitt hvør mótstøðukvinnan verður.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 08. oktober 2023

39 Leygardagur 14. oktober 2023

Páll Heri Nolsøe vann Haldor Holm Cup

Ungi tvøramaðurin vísti aftur og aftur framúrskarandi spæl í Klaksvík leygardagin. Nr. 2 gjørdist Kristian Sune Høgnesen og nr. 3 Urbanus Olsen

Páll Heri Nolsøe úr Tvøroyrar Billardfelag var fullkomiliga suverenur, tá hann leygadagin vann Haldor Holm Cup. Mynd Jan Müller
SkrivaÐ:

Jan Müller

Leygardagin varð Klaksvík karmur um stóru landsumfevnandi billardkappingina “Haldor Holm Cup”. 16 spælarar úr Havn, Tvøroyri, Runavík og Klaksvík vóru við.

[object Object]Páll Heri Nolsøe vinnari av Haldor Holm Cup 2023, hm. Kristian Sune Høgensen, sum vann silvur og síðani Urbanus Olsen, sum vann bronsuna. Mynd Jan Müller

Tað var ongantið nakar ivi um, hvør fór at vinna, tí heilt frá byrjan til enda var ungi tvøramaðurin Páll Heri Nolsøe fullkomiliga suverenur. Róliga og trygt feldi hann eina keylu fyri og aðra eftir og vann allar sínar dystir fyri til seinast at enda í finaluni.

Har møtti hann mest vinnandi spælaranum í Haldor Holm Cup øll árini, Kristian Suna Høgnesen úr Klaksvíkar Billardfelag og vann tryggan sigur uppá 4-1. Í hálvfinaluni vann hann á Jógvan Jørgensen úr Havnar Billardfelag við 4-0.  Hina hálvfinaluna vann Kristian Sune Høgnesen á Urbanus Olsen eisini úr Klaksvíkar Billardfelag við 4-1. Urbanus vann kappingina í fjør. Í dystinum um triðjaplássið vann Urbanus á Jógvani við 2-1. 

Haldor Holm Cup er upphiting til føroyameistakappingina fyri lið, sum byrjar komandi vikuskiftið. 

[object Object]  

[object Object]Kristian Sune Høgensen "is still going strong" hóast mongu árini í føroyskum billard og megnaði at vinna silvur. 

[object Object]

[object Object]Ólavur Kjølbro, verandi Føroyameistari hevði ikki sín besta dag í Haldor Holm Cup hesaferð. 

[object Object]

[object Object]Flemming Isaksen úr Klaksvíkar Billardfelag var nærum flúgvandi, tá hann í fyrstu uppgerðini mundi vunnið á stórspælaranum Kristian Suna Høgnesen. 

[object Object]Umstøðurnar til bæði billardspælarar og hyggjarar eru framúr góðar í Klaksvík

[object Object]Ein av "the grand old men" í Klaksvíkar Billardfelag (fyrr Klubba) Karl Martin Samuelsen handar vinnarunum steyp. 

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 09. oktober 2023