Lat aftur Yvirlit list articles in edition

Leygardagur 21. oktober 2023 | Nr. 42 | Árgangur 4 | Kr. 0,00

Varpið vorðið veruleiki 

SíÐa 4

1 Leygardagur 21. oktober 2023

Góðan lesihug og gott Vikuskifti

Nýggj útgáva hvønn leygarmorgun kl. 7

Oddagrein

At gera tað rætta

Enn ein vika gekk uttan at almenningurin fekk nakað at vita um, hvat ætlanin er við fiskivinnussamstarvinum við Russland í Barentshavinum.

Í farnu viku skrivaðu vit á hesum stað um eina óloysiliga kreppu – Palestina-spurningin. Okkurt bendir á, at spurningurin um fiskivinnusamstarvið við Russland er eins trupult at loysa.

Men tað byrjar at hómast ein mynd av, hvat fer at henda hesum viðvíkjandi. Og tað týðir uppá, at føroysku reiðaríini, hvørs livigrundarlag er tengt av at sleppa inn í russiskan sjógv at fiska tosk, sleppa at halda fram í enn eitt ár.

Gott fyri reiðaríini, og vónandi gott fyri føroyska búskapin.

Spurningurin er nú, hvussu gott tað er fyri okkara etiska og moralska tilvit?

Tí vit kunnu ikki lata vera við at sammeta við hvussu støðan í heiminum var í 1930’unum, undan øðrum heimsbardaga, tá tað gjørdist alsamt greiðari fyri heimin, hvat tað var fyri kreftir, sum vóru við at vaksa fram í táverandi Týsklandi.

Tey, ið vunnu sær ríkidømi upp á at handla og samstarva við tað ríkið, vóru ikki errin um tað aftaná. Eftir at tað gjørdist greitt hvat fyri ræðuleikar, sum tað stýrið stóð fyri.

Núsitandi valdsharrar í Russlandi eru ikki pettið frægari. Og tað visti okkara núverandi løgmaður longu fyri knøppum ári síðani, tá hann greiddi sínum veljarum frá russiska vandanum. Hann gjørdi greitt, at um hann varð valdur, so varð ikki talan um at samstarva við Russland, tí fyri Javnaðarflokkin snýr tað seg ikki um – eins og hjá Fólkaflokkinum – bara um pengar. Fyri Javnaðarflokkin var tað ein spurningur um etikk. Tað skrivaði formaður Javnaðarfloksins í eini áheitan til veljararnar fyrst í desember, fyri góðum ellivu mánaðum síðani.

Teksturin kann lesast her. Áhugaverdur lesnaður, sæð út frá politiska realitetinum, sum er galdandi í dag. Undarligt, at løgmaður yvirhøvur vil umhugsa at endurnýggja sáttmálan, tí russiski ágangurin móti ukrainska fólkinum er ikki øðrvísi í dag, enn hann var fyri ellivu mánaðum síðani. Hinvegin tykist politiska útsýnið hjá løgmanni at vera júst hitt øvugta.

Tí hava vit hug at spyrja, um tað er ikki at halda sínar egnu veljarar fyri turrasta spott, um Javnaðarflokkurin gongur við til at endurnýggja fiskiveiðiavtaluna við Russlands. Tað átti ikki at kunna borið til.

Tað má vera trupult at vera javnaðarveljari í dag. Einasti, ið tykist tora at tala at alment, er fólkatingsumboðið hjá flokkinum, sum himprast við at flokkur hansara skal “taka í hondina á drápsmanninum meðan hann drepur”.

Tað er tann tvístøðan, sum sitandi løgmaður stendur í. Onkur hevur kanska billa honum inn, at um hann fær andstøðuna við, so svikið móti egnum veljarum lættari at bera. Vit ivast í, um hann ikki skalar egna trúðvirði so meint, at hann er liðugur sum politikari.

“Men vit vilja eisini, at eftirkomarar okkara skulu minnast okkum sum eitt land, tjóð og fólk, sum eisini byggir á etikk og moral. Eitt land, sum hevur dirvi til at gera tað rætta. Eisini tá tað er trupult – (Aksel V. Johannesen 01 desember 2022).

 

SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

  • Blaðið

    Stovnað 2020

    Útgevari: Knassar

    Upplag: 3560

    Lisnar síður: 13140

    Dagført 10. hvørt sekund
  • Samband

    tel. 20 80 80

    [email protected]



    Ingi Samuelsen

    Redaktørur

    [email protected]

    tel. 22 22 73


  • Borgar Kristiansen

    Lýsingarráðgevi

    [email protected]

    tel. 23 66 01

2 Leygardagur 21. oktober 2023

Koyrandi verður ígjøgnum 21. desember

Sandoyartunnilin letur upp fyri almennari ferðslu um tveir mánaðir

(Savnsmynd)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Nú er tað greitt. Sandoyartunnilin letur upp fyri almennari ferðslu 21. desember.

Hetta váttar Teitur Samuelsen, stjóri í felagnum Eystur- og Sandoyartunlar.

Arbeiðið at gera knapt 11 kilometra langa Sandoyartunilin byrjaði í 2019. Metta ferðslan í tunlinum er millum 300 og 400 bilar um samdøgrið.

Tað var 3. februar í 2022, at tunnilin varð skotin ígjøgnum.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 18. oktober 2023

3 Leygardagur 21. oktober 2023

Christian prinsur boðin í Stakkin

Almennu Føroyar hava givið unga prinsinum serliga 18 ára føðingardagsgávu

(Mynd: EPA)
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

Sunnudagin fylti H.K.T. Christian prinsur 18 ár. Í hesum sambandi hava løgmaður og løgtingsforkvinnan sent honum føðingardagsheilsan vegna Føroyar.

Føðingardagsheilsanin til Christian prins innibar eisini eina serstaka føðingardagsgávu. Gávan er ein túrur út í Stakkin í Tjørnuvík, har Christian prinsur fær møguleika at uppliva stórfingnu náttúruna, umframt at síggja Christiansstovu, sum er eitt lítið hús á Stakkinum. Húsið fekk navnið Christiansstova, til heiðurs fyri Christian prinsi, tá ið krúnprinsahjúnini vitjaðu Stakkin í 2018.

Túrurin út í Stakkin verður skipaður saman við kongshúsinum, tá ið umstøðurnar loyva tí, skrivar løgmansskrivstovan.

[object Object]
Christian prinsur, tá hann vitjaði í Føroyum í 2018 (Mynd: Sverri Egholm)

[object Object]Frá stóra galladøgurðanum á Christiansborg í gjárkvøldið. Føroyski tónleikarin, Andrias Blaasvær sæst niðjast til vinstru á myndini, til háborðs saman við m.o. Margretu drotning, Christian prinsi, og norsku Ingrid Alexandra prinsessu (Mynd: EPA)

[object Object]Tá krúnprinsafamiljan vitjaði í Føroyum í 2018 var Fredrik krúnprinsur ein túr í Stakkinum, har hann fekk høvi at avdúka navnið á smáttuni harúti. Nú fær elsti sonur hansara høvi at uppliva Christiansstovu eisini (Savnsmynd: Ólavur Frederiksen)


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 16. oktober 2023

4 Leygardagur 21. oktober 2023

Varpið vorðið veruleiki 

Loksins hevur tað eydnast Klaksvíkini at fáa sítt egna nútímans mentanarhús, og í gjár nýttu hundraðtals fólk høvið til at síggja og uppliva nýggja mentanardepilin í hjartanum á Klaksvíkini

Serstaki og stásiligi mentanardepilin í Klaksvík tikin í nýtslu (Mynd: Jan Müller)
SkrivaÐ:

Jan Müller

Eftir miðvíst og áhaldandi arbeiði nú í mong ár eydnaðist tað í vikuni at seta krúnuna á valaverkið, og lata dyrnar upp fyri almenninginum fyri fyrstu ferð. Varpið varð vorðið til veruleika.

Stigtakarar og øll tey mongu, ið gjøgnum nógv ár hava stuðlað og lagt sína orku í at gera hesa stóru verkætlan til veruleika, kunnu sanniliga fegnast um úrslitið - ein hábarslig mentanarháborg í føroyska fiskivinnuhøvuðsstaðnum, og tað sannaðu tey eisini so dyggiliga til stóru og hjartaliga móttøkuna av mentanarhúsinum.

Tað mundi eisini kennast fløvandi hjá teimum mongu vitjandi at síggja og hoyra mongu býarbørnini stíga fram og framføra á stóra og stásiliga pallinum. Ein hátíðarlig og kensluborin byrjan, sum so sanniliga lovar væl fyri bæði verandi og komandi ættarlið - í einum parti av Føroyum, sum hevur fostrað so mong skapandi og dugnalig listafólk.

Við nýggja mentanarhúsinum hava hesi fingið ein framúr góðan karm at virka undir og øll onnur eitt mennandi og gevandi stað at fara til.  

[object Object]

[object Object]Annfinnur Heinesen, stjóri fyri Varpið

[object Object]Dávur Winther, mentanarstjóri í Klaksvíkar Kommunu, fekk blómur og listaverk hjá Fritz Johannesen fyri sítt stóra arbeiði til frama fyri nýggja mentanarhúsinum.

[object Object]Jastrid Gullaksen vann kappingina um besta búmerkið til Varpið

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 20. oktober 2023

5

Størv

Smiður

Meira Umsóknarfreist: 13. mai 2024

Leiðari til Miðgarð

Meira Umsóknarfreist: 29. mai 2024

Kom í shippinglæru hjá Samskip

Meira Umsóknarfreist:

Undirvísari til Sjónám

Meira Umsóknarfreist: 17. mai 2024

Mekanikari til verkstaðið

Meira Umsóknarfreist: 13. mai 2024

Nordiska ministerrådet söker direktör till Nordens institut i Grönland (Nuuk)

Meira Umsóknarfreist: 14. mai 2024

Talgreinari til Granskingarráðið

Meira Umsóknarfreist: 29. mai 2024

KT-trygdarfólk til Elektron

Meira Umsóknarfreist: 30. mai 2024

Kappingarsamskipari til Fótbótbóltsamband Føroya

Meira Umsóknarfreist: 20. mai 2024

Droymir tú um lærupláss í handli og sølu?

Meira Umsóknarfreist: 20. mai 2024

Fulltrúi til Heilsumálaráðið

Meira Umsóknarfreist: 20. mai 2024

Royndur maskinførari

Meira Umsóknarfreist: 13. mai 2024
6
Leygardagur 21. oktober 2023

Gadus komin heim

Nýggi Gadus, sum JFK í Klaksvík hevur latið byggja, kom í dag á Klaksvík fyri fyrstuferð

Nýggi Gadus kom á Klaksvík fyri fyrstuferð leygardagin (Mynd: Kiran Jóanesarson)
SkrivaÐ:

Kiran Jóanesarson

Nógv fólk høvdu leitað sær oman á keiina at taka ímóti nýggja Gadus, sum JFK hevur latið byggja í Turkalandi.

Talan er um ein flakatrolara, sum er knappar 89 metrar langur, og yvir 18 metrar breiður.

Skipið er sera framkomið og við nýggja skipinum verður eisini møguligt at framleiða fiskaolju og fiskamjøl umborð. Soleiðis kemur alt við til lands.

Nýggi Gadus er nakað seinkaður, tí eftir ætlan skuldi skipið koma á Klaksvík fyri fyrstuferð á Sjómannadegnum í fjør.

Hetta gekk tó ikki, men hetta gjørdi tó ikki áhugan minni hjá stóru fjøldini at taka ímóti nýggja Gadus.

Tá skipið hevði lagt at bryggju, var Gadus doyptur. Edith Johanson, dóttir Hanus Hansen, reiðara, var gumma.

Eftir tað var høvi hjá almenninginum at vitja umborð.

[object Object]
(Mynd: Kiran Jóanesarson)

[object Object]
(Mynd: Kiran Jóanesarson)

[object Object]
(Mynd: Føroyska Sjómansmissiónin)

[object Object]
(Mynd: Føroyska Sjómansmissiónin)

[object Object]
(Mynd: Føroyska Sjómansmissiónin)



Greinin varð fyrstu ferð løgd út 15. oktober 2023

7 Leygardagur 21. oktober 2023

Bryggjarí sleppa nú at bjóða gestum egna vøru

Løgtingið samtykti í vikuni broytingina í rúsdrekkalógini

(Savnsmynd: Ólavur Frederiksen / Faroephoto)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Vitjandi fara nú at kunna keypa sær øl, whisky ella aðra framleiðslu í sambandi við virkisvitjanir. Løgtingið hevur í dag samtykt broyting í rúsdrekkalógini, sum gera hetta møguligt.

Landsstýrismaðurin við lógarmálum, Bjarni Kárason Petersen, fegnast um, at Løgtingið hevur tikið undir við at nútímansgera rúsdrekkalógina.

- Endamálið at avmarka nýtsluna er óbroytt. Tó haldi eg ikki tað er nútíðarhóskandi, at fólk, sum t.d. koma allan vegin til Føroya at vitja Fair Isles ella Føroya Bjór, ikki kunnu keypa sær eitt tinganest frá staðnum, men mugu fara yvir um ánna eftir vatni í Rúsuna at finna fløskuna, sum tey júst hava sæð á virkinum.

- Broytingin er tí bara ein tillaging til ta útflutningsvinnugrein, sum er við at taka dik á seg í Føroyum, sigur landsstýrismaðurin.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 19. oktober 2023

8 Leygardagur 21. oktober 2023

48,5 prosent vilja einar sjálvstøðugar Føroyar

Tað vísir Spyr.fo-kanning, sum er gjørd 21. september fyri Tjóðveldi

(Savnsmynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Tjóðveldi læt 21. september eina Spyr.fo-kanning gera, har millum annað var spurt, um fólk taka undir við, at Føroyar skulu vera sjálvstøðugt land.

48,5 prosent av teimum spurdu svaraðu ja til spurningin, at tey taka undir við, at Føroyar skulu vera eitt sjálvstøðugt land.

Beint undir ein triðingur, 32,5 prosent, svaraðu nei og halda ikki at Føroyar eiga at vera eitt sjálvstøðugt land.

Nógv ivast í hesum stóra spurningi. Heili 19 prosent svaraðu "Veit ikki" tá tey vóru spurd.

Tølini vísa, at fólk í høvuðsstaðarøkinum eru meira sinnað at loysa enn onnur. 53,5 prosent av teimum spurdu mí høvuðsstaðarøkinum svaraðu ja til einar sjálvstøðugar Føroyar og bara 26 prosent søgdu nei.

800 fólk vórðu spurd í kanningini hjá Spyr.fo, sum er gjørd 21. september.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 20. oktober 2023

9 Leygardagur 21. oktober 2023

Laða “sherpa-trappu” oman í Hvannhaga

Fýra nepalesiskir serfrøðingar eru komnir til Tvøroyrar at útføra serliga arbeiðsuppgávu

 
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

Í løtuni vitja fýra menn úr Nepal á Tvøroyri, har teir skulu byggja eina gróttrappu í niðurgongdini frá Grindini, oman í Hvannhaga, vestara part.

Tað er norska fyritøkan Stibyggjaren AS, ið stendur fyri arbeiðinum við gerð av Føroya fyrstu sonevndu ”sherpa-trappu”.

Hetta er eitt vælkent fyribrygdi í Noregi, har sherpa-fólk úr Himalaia fjøllunum gjøgnum 20 ár hava bygt meiri enn 200 trappur og náttúrugøtur í brattlendi.

Tvøroyrar Kommuna/Visit Suðuroy eru stigtakarar, og standa fyri verkætlanini, sum hevur fingið játtað stuðul frá Betri, Nordea-fonden og Visit Faroe Islands.

Avtala er gjørd við teir fimm hagarnar, ið eiga í Hvannhaga vestara parti.

[object Object]Fyri summi kann tað vera ein avbjóðing at koma oman í Hvannhaga. Nú gerast umstøðurnar betri (Savnsmynd: Pól Sundskarð)


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 17. oktober 2023

10 Leygardagur 21. oktober 2023

Løvubetong góðar sjey milliónir í avlopi

Tað er 1,5 millión betur enn árið fyri. 3,3 milliónir verða latnar í vinningsbýti

 
SkrivaÐ:

Birgir Nielsen / Nira

Úrslitið hjá Pf. Løvubetong var 1,5 milliónir krónur betri í fjør enn tað var í 2022, og eigarin fekk 3,3 milliónir krónur í vinningsbýti.

Tað er felagið Spf. Arcus Invest við íslendinginum Torvaldi Gissurarson, sum eigur Pf. Løvubetong.

[object Object]

Roknskapurin hjá Løvubetong fyri 2022 vísir, at bruttovinningurin var 17,3 milliónir krónur, sammett við 16,3 milliónir í 2021. 

Úrslit áðrenn avskrivingar, øktist úr 9 milliónum í 2021 til 10,5 milliónir krónur í 2022. Vøksturin er 13,6 prosent.

Ársúrslitið í 2022 gjørdist eitt avlop eftir skatt upp á 7 milliónir krónur samanborið við eitt avlop á 5,6 milliónir í 2021. Felagið rindar harumframt 1,6 milliónir krónur í partafelagsskatti fyri 2022.

Pf. Løvubetong er ein fíggjarliga sterk fyritøka, við einum eginpeningi á 57,6 milliónum krónum, sum gevur eitt trygdarevnið á 67 prosent.

Samlaðu ognirnar hjá felagnum vóru 86,4 milliónir krónur, harav fastar ognir 35,7 milliónir og ognir í umferð 50,7 milliónir. Harav var tøkur peningur 6,1 milliónir krónur

Felagið hevði í 2022 langfreistaða skuld upp á 9,2 milliónir og stuttfreistaða skuld á 14,6 milliónir krónur.

Gjaldførið var sera gott. Gjaldførislutfallið, sum er ogn í umferð í mun til stuttfreista skuld, var 347 prosent í 2022 samanborið við 404 prosent í 2021.

Aðalfundur felagsins hevur samtykt at útluta 3,3 milliónir krónur í vinningsbýti til eigaran.

Stjóri í Pf. Løvubetong er Regin Jóannes Johannessen og nevndarformaður er Torvaldur Gissurarson.

Greiningin er gjørd av Birgir Nielsen frá ráðgevarafyritøkuni Nira Sp/f

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 18. oktober 2023

11 Leygardagur 21. oktober 2023

Landið selur sín part av Smyril-Line

Svarar til 16,2 prosent av partabrøvunum í flutningsfelagnum

(Savnsmynd: Kiran Jóanessarson)
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

Føroya landsstýri hevur nú tikið avgerð um at selja allan ognarlutin hjá landinum í partafelagnum Smyril-Line. Talan er um ein ognarlut á 16,238 prosent av samlaða partapeninginum í Pf. Smyril-Line.

Almenni ognarluturin í felagnum stavar frá eini tíð, tá landskassaðin veitti stuðul til flutningsfelagið tá tað var í fíggjarligum trupulleikum.

Sølan skal eftir ætlan verða avgreidd í endanum av november í ár.

Advokatfelagið Faroe Law stendur fyri søluni saman við danska kamaradvokatinum Poul Schmith.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 16. oktober 2023

12 Leygardagur 21. oktober 2023

1.000 krónur í bót fyri at ganga í haganum

Tveir útlendingar, sum farna fríggjadag vórðu meldaðir fyri at ganga í haganum í Kalsoynni uttan loyvi, eru teir fyrstu, sum fáa bót fyri brot á eina gamla lóg frá 1937

(Savnsmynd: Pól Sundskarð)
SkrivaÐ:

Alda Nielsdóttir

Tveir útlendingar, sum undanfarna fríggjadag vórðu meldaðir fyri at ganga í haganum í Kalsoynni uttan loyvi, hava nú fingið 1.000 krónur í bót í part, upplýsir løgreglan.

Tað var um middagsleitið fríggjadagin, at ein bóndi boðaði løgregluni frá, at hann ynskti at melda útlendingarnar, sum vóru farnir ein túr í hagan hjá honum uttan at gjalda fyri hetta.

Teir vórðu skuldsettir fyri brot á grein 41 í “Lov for Færøerne om Hegn og Markfred” frá 1937, og hetta er fyrstu ferð, at nakar hevur fingið bót fyri brot á hesa greinina, sigur vaktleiðarin á løgreglustøðini í Havn.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 15. oktober 2023

13 Leygardagur 21. oktober 2023

Betri Banki hækkar renturnar

Útlánsrenturnar hjá privatkundum og vinnukundum hækka upp til 0,25 prosentstig

(Mynd: Betri banki)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Betri Banki boðar nú aftur frá rentuhækkingum.

Fyri privat- og vinnukundar fylgja útlánsrenturnar tillagingini hjá Danska Tjóðbankanum, og hækka sostatt við upp til 0,25 prosentstigum.

Samstundis hækka innlánsrenturnar hjá privat- og vinnukundum upp til 0,50 prosentstigum.

Broytingarnar koma í gildi 1. desember.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 20. oktober 2023

14 Leygardagur 21. oktober 2023

Landsbankin: Innlánsyvirskotið er lækkað

Innlánsyvirskotið í føroysku bankunum var 1,4 milliardir krónur í august 2023 samanborið við 2,1 milliardir í august 2022. Innlánsyvirskotið eru innlán hjá føroysku peningastovnunum íroknað útlendskar deildir, frátrekt útlán hjá somu

(Savnsmynd)
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Innlánsyvirskotið í føroysku bankunum var í august 2023 700 milliónir krónur lægri, enn í sama mánaði árið fyri.

Kommunurnar og privatu fyritøkurnar hava innlánsundirskot í føroysku bankunum, meðan almennu fyritøkurnar og húsarhaldini hava innlánsyvirskot í føroysku bankunum.

Innlánsundirskotið hjá privatu fyritøkunum er ikki broytt stórvegis í tíðarskeiðinum august 2022 til august 2023, meðan kommunurnar hava gjørt innlánsundirskotið verri við nærum 230 milliónir krónur.

Húsarhaldini eiga meginpartin av innlánsyvirskotinum í føroysku bankunum; tað var 3,1 milliardir krónur í august 2023, men var 450 milliónir krónur størri í august í fjør; tá var tað 3,6 milliardir krónur.

Tá ið skuldin hjá húsarhaldunum í donskum realkredittstovnum verður tald upp í, hava húsarhaldini tó samlað sæð eitt innlánsundirskot á 500 milliónir. krónur (august 2023).

[object Object]

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 16. oktober 2023

15
Leygardagur 21. oktober 2023

Útflutningurin av fiskavørum vaksin sjey prosent

Fyrstu átta mánaðirnar í ár hava føroyingar útflutt fiskavørur fyri 7,8 milliardir krónur

(Ssavnsmynd: Hagstovan)
SkrivaÐ:

Alda Nielsdóttir

Fyrstu átta mánaðirnar í ár hava føroyingar útflutt fyri 8,4 milliardir krónur, ið er 401 milliónir krónur - ella fimm prosent - meira enn sama tíðarskeið í fjør, skrivar Hagstovan.

Útflutningurin av fiskavørum í hesum tíðarskeiðnum var 7,8 milliardir krónur. Tað er 491 milliónir kronur meira enn sama tíðarskeið í 2022 - ein vøkstur á sjey prosent.

Í bólkunum "slógv og fiskaúrdráttir" og "annar fiskur" vaks útflutningurin tilsamans 1,041 milliardir krónur. Meginparturin av vørunum í bólkunum er lýsi, mjøl, fóður og líknandi fiskavørur. Hetta svarar til umleið 75 prosent vøkstur.

Virðið av laksaútflutninginum er minkað 262 milliónir krónur, ið svarar til átta prosent. Nøgdin er minkað 7.818 tons – 17 prosent. Prísurin hevur verið góður, men seinastu mánaðirnar er prísvøksturin steðgaður, skrivar Hagstovan.

Fyri botnfiskasløgini tosk, upsa og hýsu er útflutningsvirðið minkað 189 milliónir krónur – ávikavist 19 prosent, fýra prosent og 14 prosent. Prísgongdin er lækkandi fyri øll tey týdningarmestu fiskasløgini.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 18. oktober 2023

16 Leygardagur 21. oktober 2023

Hagstovan: Innflutningsvirðið minkað við 586 milliónum krónum

Fyrstu átta mánaðirnar av 2023 innfluttu føroyingar fyri 7,8 milliardir krónur, sum er sjey prosent minni enn sama tíðarskeið í 2022

(Mynd: Hagstovan)
SkrivaÐ:

Alda Nielsdóttir

Fyrstu átta mánaðirnar av 2023 innfluttu føroyingar fyri 7,8 milliardir krónur. Tað er 586 krónur – ella sjey prosent – minni enn sama tíðarskeið í 2022, skrivar Hagstovan.

Størstu íkastini til minkingina koma frá minkandi innflutningsvirði av brennievni og skipum og flogførum. Oljuprísurin er lækkaður seinasta hálva árið, og hetta sæst eisini aftur í innflutninginum.

Innflutningsvirðið av brennievni hetta tíðarskeiðið var 1.228,6 milliónir krónur. Hetta er 344 milliónir krónur – 21,9 prosent – lægri enn sama tíðarskeið í 2022.

Størsti vøksturin er í bólkinum "rávøra til fiskavirking". Har er innflutt fyri 192,2 milliónir krónur meira, sum er ein vøkstur á 38,3 prosent.

Eisini stórur vøkstur í innflutninginum av tilfari til hav- og landbúnaðin (fyri tað mesta alifóður). Har er innflutningsvirðið vaksið 106,4 milliónir krónur, ið er 20,8 prosent.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 18. oktober 2023

17 Leygardagur 21. oktober 2023

Hagstovan: Skattatrýstið minkar

Skattatrýstið í 2022 var 40,6 prosent, tað lægsta síðan 2016

(Savnsmynd)
SkrivaÐ:

Alda Nielsdóttir

Skattatrýstið í Føroyum, ið verður roknað sum skattir og avgjøld tilsamans í prosent av bruttotjóðarúrtøkuni, var 40,6 prosent í fjør.

Skattainntøkurnar hjá tí almenna øktust í 2022 samanborið við undanfarin ár, men bruttotjóðarúrtøkan er økt lutfalsliga meira enn skattainntøkurnar, og tí er skattatrýstið minkað, skrivar Hagstovan.

Skattainntøkurnar hjá tí almenna vóru góðar 10,2 milliardir krónur í 2022. Inntøkurnar øktust við 621 milliónum krónum – ella 6,5 prosentum – sammett við 2021.

Í 2020, tá koronafarsóttin brast á, var skattatrýstið 43,8 prosent. Síðani er tað lækkað bæði í 2021 og 2022 og er nú komið niður á 40,6 prosent - tað lægsta síðan 2016, tá skattatrýstið var 39,5 prosent, skrivar Hagstovan.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 14. oktober 2023

18 Leygardagur 21. oktober 2023

Fjarhitafelagið leggur 200 krónur omaná

Fjarhitin sleppur ikki undan inflatiónini, sigur Fjarhitafelagið. Nevndin hevur tikið avgerð um at hækka prísin, og tað merkir, at eitt miðal húsarhald í 2024 kann rokna við at rinda umleið 200 krónur meira um mánaðin

 
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Nógvir prísir eru hækkaðir seinastu árini, og nú kemur Fjarhitafelagið við einari hækking eisini. Orsøkin skal vera hægri rentustøði og prísstøði sum heild.

Í 2024 kann eitt miðal húsarhald vænta at rinda umleið 200 krónur meira um mánaðin fyri fjarhita, verður sagt.

Fjarhitakundarnir eru býttir í tríggjar prísbólkar. Í Bólki 1 eru íbúðir, raðhús og sethús, í Bólki 2 eru t.d. smá og miðalstór virki, og Bólkur 3 fevnir um stórar bygningar sum eitt nú gistingarhúsini og svimjihylin.

Í Bólki 1 hækkar prísurin 12 oyru – úr 0,68 kr./kWt upp í 0,80 kr./kWt. Prísurin í Bólki 2 økist 13 oyru – úr 0,66 kr./kWt upp í 0,79 kr./kWt. Í Bólki 3 hækkar prísurin 15 oyru – úr 0,60 kr./kWt upp í 0,75 kr./kWt. Prísirnir eru uttan MVG.

Umleið 1800 brúkarar í høvuðsstaðarøkinum eru bundnir í fjarhitaskipanina.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 20. oktober 2023

19 Leygardagur 21. oktober 2023

MEST fer at seta spælhúsið í stand

Arbeiðið á økinum við bedingina í Vestmanna hevur ligið stilt - nú skal tað vera við at økja um trivnaðin í bygdini

Vestmanna kommuna fegnast um avgerðina, og fer í næstum at samráðast við MEST um, hvat økið við bedingina framyvir kann brúkast til (Mynd: vestmanna.fo)
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

MEST fer nú undir at rudda økið við bedingina í Vestmanna - eitt arbeiði sum seinastu mongu árini hevur ligið stilt.

Ætlanin er at varðveita ein part av spælinum, sum Skipasmiðjan keypti brúkt beint eftir kríggið, og eisini at seta spælhúsið í stand.

MEST upplýsir –  uttan at avdúka í smálutir – at nýumvælda spælhúsið skal verða eitt prýði, samstundis sum tað skal økja um trivnaðin í bygdini.

Vestmanna kommuna fegnast um avgerðina, og fer í næstum at samráðast við MEST um, hvat økið við bedingina framyvir kann brúkast til.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 17. oktober 2023

20 Leygardagur 21. oktober 2023

Intra fekk heiðurin sum ársins íverkseti

Fyritøkan Intra er kosin ársins íverkseti á Íverksetraradegnum, sum var í Fuglafirði fríggjadagin

Jaspur Langgaard og Reimund Langgaard reka og eiga størsta partin av Intra (Mynd: Íverksetahúsið)
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Fríggjadagin varð avdúkað, at, at fyritøkan Intra, er kosin Ársins íverksetari 2023.

Ársins íverksetaradagur, sum Íverksetarahúsið skipar fyri, varð hildin í einum fullsetum Mentanarhúsi í Fuglafirði. Nógv fólk var komið saman til árliga dagin, har føroysk íverksetan verður heiðrað.

Tað var Djóni N. Joensen, landsstýrismaður við útbúgvingarmálum, ið kunngjørdi at dómsnevndin hevði valt fyritøkuna Intra til Ársins íverkseta 2023.

Landsstýrismaðurin segði millum annað soleiðis um Ársins Íverkseta:

“Ársins Íverkseti hevur ment eina vøru, ið er eitt hent amboð hjá alskyns fyritøkum og stovnum bæði í Føroyum og uttanlands. Fyritøkan er sera skjót at tillaga sína vøru til tað, sum marknaðurin ynskir. Hetta ger vøruna til nakað serligt, og eyðkennir eisini teirra máta at arbeiða uppá. Fyritøkan hevur megnað at gera seg galdandi í kappingini bæði á føroyska og útlendska marknaðinum. Marknaðurin hjá fyritøkuni kann vera allur heimurin, og tí hevur ársins íverkseti eisini týdning fyri føroyska vinnulívið og samfelagið.”

Intra hevur hevur havt góð fíggjarlig úrslit, síðan fyritøkan varð sett á stovn. Tað eru brøðurnir Jaspur Langgaard og Reimund Langgaard, sum reka og eiga størsta partin av fyritøkuni. Umleið sjey fólk eru knýtt at fyritøkuni.

Høvuðstalari á Ársins Íverksetaradegi var Ólavur Gregersen, stjóri og stovnari av Ocean Rainforest. Harumframt vóru eisini fyrilestrar frá Dávid á Rógvi Isaksen, stjóra í fyritøkuni A4 og frá Leif Johannesen, menningarleiðara hjá GroAqua.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 20. oktober 2023

21 Leygardagur 21. oktober 2023

Íbúðirnar á Heiðatrøðini lidnar

Klárt er nú at flyta inn í átta nýggjar íbúðir, sum Bústaðir hava latið byggja á Tvøroyri

(Mynd: Bústaðir)
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Tær átta íbúðirnar á Heiðatrøðini á Tvøroyri, sum Bústaðir hevur latið bygt, eru nú lidnar, og í næstum verður framvísing fyri limunum hjá Búðstøðum, ið hava fingið tilboð um at leiga.

Tað var 9. november 2020, at Kristin Michelsen, borgarstjóri á Tvøroyri, loysti fyrsta flagið á staðnum. Lokala fyritøkan, MTV-Byggivirki hevur staðið fyri verkætlanini, skrivar Tvøroyrar kommuna.

Íbúðirnar hava adressuna Heiðatrøðin 8A til 8H, og eru í tveimum støddum. Tríggjar eru umleið 65 fermetrar brutto og fimm eru umleið 82 fermetrar.

Tær smærru íbúðirnar hava gongd, køk/stovu í einum, eitt kamar, baðirúm og goymslu. Tær størru hava gongd, køk/stovu í einum, tvey kømur og baðirúm. Til íbúðirnar hoyrir goymslurúm á 3-4 fermetrar. Tann eina íbúðin er væl egnað til fólk við rørslutarni, annars hava allar íbúðirnar suðurvenda terrassu og góð parkeringsviðurskifti.

Íbúðirnar liggja allar sera væl fyri, við Føroya Keypsamtøku sum nærmasta granna, stutt til ítróttarhøll, barnaskúla, dagstovn og vakra náttúru.

Íbúðirnar lúka, sambært Bústøðum, øll nútímans krøv til bústaðarbygging og verða hitaðar við jarðhitaskipan. Inniluftin verður tryggjað við ventilatiónsskipan.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 19. oktober 2023

22 Leygardagur 21. oktober 2023

Slakta kúgv og seyð á Vaglinum

Byrjað verður í dag klokkan 11

Fyrr hevur skaltið verið hildið í Tórsgøtu og Vágsbotni. Í ár er tað flutt niðan á Vaglið (Savnsmynd: Jens Kr. Vang)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Í dag, leygardagin 21. oktober verður stórt barna- og familjutiltak á Vaglinum, har børn sleppa at síggja, hvussu seyður og ney blíva til kjøt.

Á Slaktinum fáa børnini eina greiða fatan av lívsleiðini hjá kjøtinum - líka frá náttúruni til tallerkin.

Samstundis sum fjøllini verða verða fimm seyðir flettir og ein kúgv flett.

Eisini fara kokkar at gera spennandi smakkiroyndir sum fólk ókeypis fáa.

Byrjað verður klokkan 11 leygarmorgunin tá ein seyður verður flettur, og endað verður við uppboðssølu klokkan 15.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 20. oktober 2023

23 Leygardagur 21. oktober 2023

Standmynd av Grími Kamban verður avdúkað í dag

Hans Pauli Olsen hevur staðið fyri listarverkinum, ið skal ímynda lamdnámið. Sjálvt hátíðarhaldið í Funningi, har Grímur Kamban sigst at hava lent, byrjar klokkan 15

Tað er eitt gamalt hugskot í Funningi, at fáa eina standmynd reista fyri landnáminum og Grími Kamban. Síðani 2020 hevur nevnd arbeitt við málinum, og nú verður standmynd reist innan fyri kirkjugarðin í bygdini
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

Um viðrar verður stórt hátíðarhald í Funningi í dag, har standmynd, sum ímyndar landnámið og Grím Kamban, verður avdúkað.

Skráin er fjølbroytt og byrjar seinnapartin kl. 15 og endar á miðnátt. Hesum boða Funnings bygdarfelag og Runavíkar kommuna frá, og tey greiða soleiðis frá søguliga, serstaka og stóra tiltakinum:

Søgnin sigur, at írskir munkar vóru teir fyrstu, sum búsettust í Føroyum, men at víkingar úr Noregi róku teir burtur higani. Hetta sigur hin írski munkurin Dicuil í bók síni “De mensura Orbis terrae” (Heimsins vídd).

Bókin er skrivað um ár 825, so roknað verður við, at tað norska landnámið í Føroyum hevur verið um hetta sama mundið. Dicuil skrivar m.a. soleiðis – og hildið verður, at hann her meinar við Føroyar: “Her hava einabúgvar búð fyri hundrað árum síðani, men nú er ongin eftir, tí víkingarnir hava rikið teir burtur – so nú er alt bara fult av seyði og havfugli.”

Soleiðis koma vit til Grím Kamban, sum sigst vera fyrsti landnámsmaðurin, og skal hann vera komin higar umleið ár 825 e.k., og tað hevur verið hildið fram, at hann lendi í Funningi.

Tað er eitt gamalt hugskot í bygdini, at fáa eina standmynd reista fyri landnáminum og Grími Kamban.

Runavíkar kommuna seldi fyri nøkrum árum síðan nakrar ognir hjá gomlu Funnings kommunu, og fæið varð av býráðnum markað óskert til endamálið. Á heysti í 2020 tók Bygdarfelagið í Funningi avgerð um at skipa eina nevnd, til tess at standa fyri verkætlan, ið hevði til endamáls at varpa ljós á Funning sum landnámsbygd og at varðveita søgnina um Grím Kamban.

Í nevndina vóru valdir Jóanis Erik Køtlum, Jóanes Johannesen og Rodmundur Nielsen.

Verkætlanin er nú komin á mál, og úrslitið er ein standmynd úr basalti og bronsu, – staðsett innanfyri kirkjugarðin í Funningi.

Listamaðurin Hans Pauli Olsen hevur staðið fyri listaverkinum og evnað bronsumyndirnar. Grótvirkið í Skopun hevur evnað klettarnar úr basalti, meðan Høgni Kastalag frá FulgArk hevur sniðgivið lendið.

Runavíkar kommuna hevur verið hollur stuðul undir verkætlanini og hevur staðið fyri lendisarbeiðnum.

Skráin fyri haldinum verður hendan:

Kl. 10 Bygdafólkið og fólk við tilknýti til bygdina verða boðin til morgunmat í skúlanum.
Kl. 15 Hátíðarhaldið byrjar við horntónleiki, felagssangi og røðum áðrenn standmyndin verður avdúkað.
Kl. 17  Konsert í kirkjuni við Lyon, Lenu Anderssen & Niclas Johannesen og Kára Sverrissyni & Óla á Grindafløtti.
Kl. 18.30 Í tjaldi í skúlagarðinum verður suppa, felagssangur og hugleiðingar.
Kl. 20.30 Føroyskur dansur í Dansistovuni við luttøku av Eysturoyar dansifelag .
Kl. 22 Enskur dansur við LM-band í tjaldinum í skúlagarðinum.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 17. oktober 2023

24 Leygardagur 21. oktober 2023

Teitur Lassen fekk Mentanarvirðisløn landsins

Sum singer/songwriter hevur Teitur havt hugbindandi og nærverandi konsertir kring heimin í meir enn 20 ár. Teitur er ein lýsandi stjørna á føroyska tónleikapallinum, stendur millum annað í grundgevingini

Teitur Lassen og Sirið Stenberg, landsstýriskvinna (Mynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Sirið Stenberg, landsstýriskvinna við mentamálum, hevur handað Teiti Lassen, tónlistamanni, Mentanarvirðisløn landsins fyri avrik síni.

Í grundgevingini stendur millum annað soleiðis:

Teitur Lassen er fjølgávaður tónlistamaður, tónasmiður, yrkjari, tónleikari, sangari og framleiðari.

Sum singer/songwriter hevur Teitur havt hugbindandi og nærverandi konsertir kring heimin í meir enn 20 ár.

Stóra altjóða gjøgnumbrotið kom við útgávuni Poetry & Aeroplanes í 2003, sum framvegis stendur sum ein tónlistaligur varði.

Teitur er ein lýsandi stjørna á føroyska tónleikapallinum.

Fyri listaligu avrik síni fær Teitur Lassen Mentanarvirðisløn landsins 2023.

Mentanarvirðisløn landsins er 150.000 kr., og hon verður latin fyri at heiðra føroyskt mentafólk sum tøkk fyri útint listaligt avrik.

[object Object](Mynd: Sverri Egholm)

[object Object]
(Mynd: Sverri Egholm)


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 18. oktober 2023

25 Leygardagur 21. oktober 2023

Birita Mohr fekk Serstøku virðisløn landsins 2023

Sirið Stenberg, landsstýriskvinna við mentamálum, hevur handað Biritu Mohr, sjónleikara, Serstøku virðisløn landsins fyri avrik síni

(Mynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Sirið Stenberg, landsstýriskvinna við mentamálum, handaði mikudagin Biritu Mohr, sjónleikara, Serstøku virðisløn landsins fyri avrik síni.

Í grundgevingini stendur millum annað soleiðis:

Sum sjónleikari megnar Birita Mohr allar genrur; líka frá tí ekspressiva úttrykkinum til psykologiska realismu, har Birita á nemandi hátt lýsir tær heilt niðurtónaðu, inniligu kenslurnar í mannalyndinum.

Birita Mohr hevur havt týðandi leiklutir í eini langari røð av leikum, eitt nú í leikunum Antigone í Norðurlandahúsinum í 1989, Glataðu Spælimenninir í Norðurlandahúsinum í 1993, Kirsuberjagarðurin á Tjóðpalli Føroya í 2010 og Reinsan á Tjóðpalli Føroya í 2011.

Tað var serstakt at uppliva Biritu Mohr í høvuðsleiklutinum í sjónleikinum Lear kongur eftir William Shakespeare, sum leikbólkurin Det Ferösche Compagnie setti á pall í Sjónleikarhúsinum í Havn á sumri 2023.

Birita Mohr hevur sett varðar eftir seg á føroyska leiklistapallinum og fær fyri avrikini Serstøku virðisløn landsins 2023.

Serstaka virðisløn landsins er 50.000 krónur, og hon verður latin listafólki, mentafólki ella felagsskapi eftir landsstýrisfólksins egnu avgerð.

[object Object]
Birita Mohr og maðurin Egi Dam, bæði virkin í sjónleikarar í leikbólkinum Grímu og á Tjóðpallinum (Mynd: Sverri Egholm)


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 18. oktober 2023

26 Leygardagur 21. oktober 2023

Heiðursgáva landsins til Eilif Samuelsen

Fyri mentanarligu avrikini fær Eilif Samuelsen Heiðursgávu landsins 2023. Heiðursgávan varð handað í Vestmanna mikukvøldið

Eilif Samuelsen og Sirið Stenberg, landsstýriskvinna (Mynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Sirið Stenberg, landsstýriskvinna, handaði mikukvøldi Eilifi Samuelsen, týðara, Heiðursgávu landsins 2023.

Í grundgevingini stendur millum annað soleiðis:

Eilif Samuelsen er útbúgvin lærari, og virksemi hansara sum týðari tók dik á seg í 2004, tá forlagið Hemlið gav út Játtanir Augustinusar eftir Aurelius Augustinus í føroyskari týðing.

At kunna lesa Platon og Aristoteles á føroyskum er ikki nøkur sjálvfylgja. Tað er ein gáva til okkum øll, og er at takka eldsálini og kappanum Eilifi Samuelsen fyri.

Fyri mentanarligu avrikini fær Eilif Samuelsen Heiðursgávu landsins 2023.

Heiðursgáva landsins er 75.000 krónur, og hon verður latin fyri at hava virkað til frama fyri mentanarlig virði, sum hava týdning fyri føroyska mentan, list og mentanararv.

[object Object](Mynd: Sverri Egholm)


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 18. oktober 2023

27 Leygardagur 21. oktober 2023

Ole Wich fekk sømdargávu

Eygleiðingin hjá Ole Wich av føroyska samfelagnum er áhaldandi og beinrakin, og hon sæst aftur í einum týðandi íkasti á føroyska mentanarpallinum

(Mynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Sirið Stenberg, landsstýriskvinna, kunngjørdi á hátíðarhaldi í Vestmanna mikukvøldið, at Ole Wich, myndlistamaður, fær Sømdargávu landsins fyri útint listalig avrik.

Í grundgevingini stendur millum annað soleiðis:

Listaliga virksemið hjá Ole Wich er rúgvismikið og fjølbroytt og fevnir um alt frá standmyndum, installatiónum, video, foto, list í almenna rúminum til plátuhúsar og frímerki.

Eygleiðingin hjá Ole Wich av føroyska samfelagnum er áhaldandi og beinrakin, og hon sæst aftur í einum týðandi íkasti á føroyska mentanarpallinum.

Fyri útint listaligt avrik fær Ole Wich Sømdargávu landsins.

Sømdargáva landsins er 20.000 kr. um árið, og hon verður latin listafólki, ið hava útint listaligt avrik, ið verður mett at hava týdning fyri samtíð og framtíð.

[object Object]Ole Wich her saman við konu síni, Sanne Storm (Mynd: Sverri Egholm)


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 18. oktober 2023

28 Leygardagur 21. oktober 2023

Rasmus Seebach á Tórsfest í summar

"Olivia", "Lidt i fem", "Natteravn", "I mine øje" og "Øde ø" eru bara nøkur av stóru hittunum hjá Rasmusi Seebach. Í summar fer hann at hava konsert á Vaglinum

Rasmus Seebach spældi á Summarfestivalinum í 2019 (Mynd: Jens Kr. Vang)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Rasmus Seebach framførdi fyrstu ferð í Føroyum í 2010, tá somu fyriskiparir sum eru handan Tórsfest, fingu hann til Føroya í náttklubbin Rex. Ongantíð áður hevur bíðirøðin í Rex verið so long sum júst tá, og vórðu atgongumerkini rivin vekk innan fimm minuttir.

Nú hava teir aftur fingið hann til Føroya og hesaferð til Tórsfest.

Sangarin, sangskrivarin og framleiðarin Rasmus Seebach er ein av størstu stjørnunum í Danmark, og hevur við sínum seks plátum uppbygt sær ein stóran fjepparaskarða. Síðan 2009, tá hann útgav sítt fyrsta lag "Engel", hevur Rasmus vunnið fleiri virðislønir og hava sangir hansara óteljandi ferðir verið ovast á hittlistunum í Danmark.

Mest kendur er hann fyri sínar serligu live framførslur, har hann leggur nógv fyri, at hava eitt gott samband við áskoðarafjøldina. Vanligt er eisini, at áskoðarafjøldin kennir sangir hansara og kunnu vit nevna løg sum "Olivia", "Lidt i fem", "Natteravn", "I mine øjne" og ikki minst "Øde Ø", ið øll hava verið risastór hitt og væntandi fara at runga í Havnar gøtum 26. juli tá konsertdagurin verður á skrá.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 20. oktober 2023

29 Leygardagur 21. oktober 2023

Ana vann stuttsøgukapping við søguni Home

Vinnarin varð avdúkaður, tá Fjølmentanarvikan varð sett í Norðurlandahúsinum í gjár

Ana Holden-Peters (Mynd: Tórshavnar kommuna)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Í sambandi við Fjølmentanarvikuna varð skipað fyri stuttsøgukapping við evninum "Heim". Áhugin fyri kappingini var sera stórur, og 74 rithøvundar sendu søgur inn

Vinnarin varð avdúkaður, tá Fjølmentanarvikan varð sett í Norðurlandahúsinum í fríggjadagin.

Søgan "Home" hjá Anu Holden Peters vann kappingina. Um Home sigur dómsnevndin: "Á ein einfaldan og beinraknan hátt lýsir søgan Home ófrættakenslur, ið kunnu fylgja við, tá ein flytur til eitt annað land - men eisini, at alt ikki altíð er soleiðis, sum fyrsta inntrykkið vil vera við. Søgan er mentanarliga inneftir lítandi (sjálvreflekterandi ) og gevur eina fatan av, hvussu tann føroyska mentanin kann upplivast av fólki, ið flytur hendaveg."

Av tí at áhugin fyri kappingini var sera stórur, og nógvar áhugaverdar og góðar søgur komu inn, hevur dómsnevndin gjørt av at býta annað og triðja pláss millum fýra rithøvundar.

Søgan "Heim" hjá Riu Tórgarð og søgan "Tvístertur" hjá Rannvá Næs Hoydal gjørdust nummar tvey. "Return" hjá Noemi Garðshorn og "Home" hjá Luné Heimistovu gjørdust nummar trý.

Vinnarin fær 10.000 krónur. Søgurnar á øðrum plássi fáa f2.500 krónur, og søgurnar á triðaplássi fáa 1.000 krónur.

Fyrireikararnir siga, at nógvar góðar søgur komu inn til kappingina, og vóna tí, at tað fer at bera til at geva søgurnar út.

Í dómsnevndini vóru umboð fyri Tórshavnar kommunu, Tórshavnar býarbókasavn og Rithøvundafelagið.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 20. oktober 2023

30 Leygardagur 21. oktober 2023

Serligur siðaarvur í Sumba á lista hjá Tjóðsavninum

Tjóðsavnið skrásetir og granskar nú í hvussu sumbingar halsa føstulávint

(Savnsmynd: Bjartur Vest)
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

Føstulávintshaldið í Sumba er so serstakt, at henda siðvenjan nú er komin á skránna Livandi Mentan, sum Tjóðsavnið umsitur.

Henda skráin er liður í arbeiðinum við Unesco sáttmálanum um verju av serligum siðaarvi. Skráin er ein fagnaður av fjølbroytta siðaarvinum í Føroyum, og verður ment við tí fyri eyga at verja, skráseta, miðla og granska í siðaarvinum.

Tað stendur øllum felagsskapum, bólkum og einstaklingum í boði at senda uppskot inn um siðaarv, ið átti at komi við í skránna.

Sí grein hjá Tjóðsavninum um Føstulávintshald í Sumba 


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 18. oktober 2023

31 Leygardagur 21. oktober 2023

Altjóða heiður til Daniu O. Tausen

Vann fyrstu virðisløn á altjóða festivali í Italia fyri smá máløkir

 
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

Bæði áhoyrarar og dómsnevnd vóru samd um, at føroyska Dania O. Tausen og orkestur hennara skuldu vinna fyrstu virðisløn á listafestivalinum Suns Europe, sum júst hevur verið í italska býnum Udine.

Suns Europe er ein listafestivalur fyri smá máløkir, sum Informazione Friulana skipar fyri. Friuli er landsluturin í Italia, sum liggur heilt eystur móti markinum til Slovenia og har Udine er høvuðsbýur og ein annar kendur býur er Trieste, sum liggur htild yvir móti Slovenia.

Listafestivalurin hevur verið hildin gjøgnum summarmánaðirnar, og endabrakið var ein konsert í Teatro Nuovo Giovanni da Udine leygarkvøldið, tá Dania og bólkur hennara upptraðkaðu.

Grundgevingin fyri at lata ungu føroysku sangarinnuni og yrkjaranum fyrstu virðisløn ljóðaði nakað soleiðis.

“Fyri vøkru rødd hennara og mátan, ið hon tulkar sítt heimland. Fyri at megna at miðla gandakendu Føroyar. Eisini fyri høgt støðu hjá tónleikarunum, ið góvu hennara framførslu virði og styrki”.

Suns merkir “ljóð” á friulianskum. Festivalurin byrjaði sum ein tónleikakapping fyri minnilutamál í Alpunum og Suðurevropa, men er nú vaksin til at vera galdandi fyri smámál í øllum Evropa. Fyrsti Suns festivalurin varð hildin í 2009.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 16. oktober 2023

32 Leygardagur 21. oktober 2023

Sverri Steinhólm skipaður í embætið sum diakonprestur

Sunnudagin skipaði Uni Næs, dómpróstur Sverra Steinhólm í embætið sum fyrsti diakonprestur í Føroyum

(Mynd: Fólkakirkjan)
SkrivaÐ:

Alda Nielsdóttir

Sunnudagin 15. oktober skipaði Uni Næs, dómpróstur, Sverra Steinhólm í embætið sum diakonprestur. Tað var gjørt undir gudstænastuni í Fríðrikskirjuni á Toftum.

Sverri Steinhólm, ið áður hevur røkt embætið sum sjúkrahús- og fongsulsprestur, er fyrsti diakonprestur í Føroyum.

Uppgáva hansara er at virka millum teirra, sum hava avbjóðingar í gerandisdegnum og gerast sosialt viðbrekin, eitt nú í mun til arbeiðsloysi, bundinskap ella heimloysi, og skal hann virka í samspælinum millum tað einstaka menniskjað og samfelagið.

Fólkakirkjan hevur seinnu árini verið í eini tilgongd at seta fleiri funktiónsprestar at virka við meiri bundnum uppgávum, og setanin av diakonpresti er ein liður í hesum, skrivar fólkakirjan.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 18. oktober 2023

33 Leygardagur 21. oktober 2023

Lívssøgan hjá Robert McBirnie kemur út í bók

Hilmar Jan Hansen hevur skrivað bókina "Robert", og teir báðir vera á útgávutiltaki í Miðlatúni í Vági mánadagin 30. oktober klokkan 15

Tað er miðlamaðurin Hilmar Jan Hansen, sum hevur skrivað bókina "Robert". Hetta hevur hann gjørt í tøttum samstarvi við høvuðspersónin sjálvan (Mynd: sudurras.fo)
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

Robert McBirnie hevur leingi verið ein almennur persónur í føroyska samfelagnum, og nú fer lívvsøga hansara at koma út í bólk.

Tað er miðlamaðurin Hilmar Jan Hansen, sum hevur skrivað bókina "Robert". Hetta hevur hann gjørt í tøttum samstarvi við høvuðspersónin sjálvan.

Robert er vágbingur, og mánadagin 30. oktobur verður útgávutiltak í Miðlatúni í Vági. Har verður bókin løgd fram, og høvuðspersónur og høvundur vera at hitta.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 19. oktober 2023

34 Leygardagur 21. oktober 2023

Full ferð á størstu havvindmylnulundina í Skotlandi

Seagreen vindmylnulundin við 114 vindmyllum til havs í Skotlandi koyrir nú við fullari ferð

 
SkrivaÐ:

Jan Müller

Skotska vindmylnuflaggskipið "Seagreen" út fyri strondina í Angus siglir nú við fullari ferð og kann framleiða nóg mikið av streymi til at nøkta tørvin hjá 2/3 av øllum húsarhaldum í Skotlandi. Hetta skrivar BBC.

Vindmylnulundin fevnir um ikki færri enn 114 risastórar Vestas vindmyllur. Lundin er ein týðandi partur av skotsku royndunum at leggja seg á odda í kappingini um at gerast heimsins fremsta havvindorkuland. 

Verkætlanin sá fyrstu ferð dagsins ljós fyri 10 árum síðani, og síðani hevur verið arbeitt miðvíst við hesi eini av størstu orkuverkætlanunum av sínum slag í Skotlandi. Framleiðslan byrjaði fyri góðum ári síðani, men nú koyrir koyrir hon við fullari ferð.

Seagreen Offshore Windfarm hevur ein framleiðslumátt uppá 1,075 MW. Hon er 27 km. uttan fyri býin Angus. Samlaði kostnaðurin er 30 mia. kr. 

Fyristøðufelagið SSE, sum eisini er partur av stóru vindmylnuverkætlanini á landi  í Hetlandi eins og aðrastaðni í Skotlandi, sigur, sambært BBC, at Seagreen fer at minka um tørvin á fossilum brennievnum til tess at framleiða streym og fer at minka um CO2 útlátið við tveimum mió. tonsum um árið. Og harvið gera sítt til at røkka veðurlagsmálunum. 

Upprunaliga varð ætlanin at seta upp 150 myllur, men hetta gjørdist óneyðugt, tá settar vórðu upp størri vindmyllur enn upprunaliga ætlað. Tí kunnu tær 114 myllurnar framleiða eins nógvan streym sum tær ætlaðu 150. SSE er nú farið at hyggja eftir møguleikum fyri at seta upp enn eina vindmylnulund við 36 vindmyllum aftrat. 

[object Object]

Umleið 700 arbeiðspláss verða knýtt at Seagreen, harav helvtin er í Skotlandi. Vindmylnulundin verður rikin úr Montroese. Seagreen er eitt samstarv millum TotalEnergies og SSE Renewables. 

Stjórin í SSE Renewables, Paul Cooley sigur við BBC Scotland News, at avgerðir, sum verða tiknar nú, kunnu koma at avgera, um málini  at minka CO2 útlátið innan 2030 hjá skotsku og bretsku stjórnunum, verða rokkin.

- Seta vit ikki veruliga ferð á framleiðsluna av eitt nú vindorku til havs, so ivist eg í, um vit røkka málunum. Ein av stóru avbjóðingunum í hesum sambandi er móttøkan av streymi á verandi neti, sum ikki er tíðarhóskandi. 

Tað er ein sannroynd, at framleiðsluorkan frá offshore vindi í Bretlandi veksur skjótt. Í farnu viku varð tendrað fyri fyrstu mylluni á heimsins størstu havvindmylnulund, Dogger Bank út fyri strondini í Yorkshire við ikki færri enn 277 vindmyllum, tá hon øll er sett upp.  

Enn ein nýggj vindmylnulund er í umbúnað, nevniliga Neart na Gaoith út fyri Fife. Hon er so steðgað upp fyrisbils orsakað av ótta fyri, at hon kann skaða fuglalívið. 

[object Object]

Claire Mack frá Scottish Renewables sigur, at nógvar vindorkuverkætlanir eru á tekniborðinum í Skotlandi vegna nógva vindin. Tess longur tú kemur úr landi, tess meira fæst burtur úr vindorkuni, eins og umhvørvisárinini verða færri. Tí vilja fleiri íleggjarar heldur fara til havs enn at virka á landi. 

- Vit hava latið loyvi til meira enn 20 vindorkuverkætlanir til havs í Skotlandi, sum er ein tann størsta í øllum heiminum sigur Claire Mack víðari.  

Skotland hevur eins og nógv onnur lond, sum vilja dúva uppá vindorku, møtt nógvum trupulleikum, nú farið verður út til havs við stóru vindmyllunum. Eitt nú er kostnaðurin vaksin nógv, og í nógvum førum sett fót fyri vindorkuverkætlanum. Eisini nógva burokratiið rundan um loyvistilgongdina eins og krøvini frá myndugleikum til loyvisgjøld ol. hevur seinkað menningini av havvindorkuni. Tað er so eisini galdandi fyri vindorku á landi, har umhvørvisspurningar eisini gera seg meira galdandi. 

Spurningurin er eisini um, í hvussu stóran mun tað almenna skal til at stuðla vindorkuverkætlanum. 

Stóru og mongu havvindmylnulundirnar kring Norðsjógvin hava eisini sett ringar í sjógvin og geva nógv arbeiði til havnir í fleiri londum. 

Umframt at veita streym til brúkararnar á landi so er endamálið við eitt nú havvindmyllum at kunna brúka nógva steymin til at framleiða vetni, sum so aftur verður brúkt í framleiðsluni av nýggjum brennievnum, ið kunnu avloysa diesel. Enn ein brúkari av nógva streyminum frá vindmyllum eru verandi og komandi olju- og gassleiðir í Norðsjónum og vestan fyri Hetland, ið hava brúk fyri grønari orku - elektrifisering - fyri at liva upp til grøna orkuskiftið og tí mugu minka munandi um útlátið. 

Vindorka í Føroyum

Spurningurin um streymframleiðslu frá vindmyllum í Føroyum er lutvíst nýggjur og eru í løtuni færri enn 50 vindmyllur settar upp á Streymoynni, í Eysturoynni og Suðuroynni.

Enn hevur tó lítið verið frammi um ítøkiligar ætlanir at fyrireika Føroyar uppá eina havvindmylnuframtíð, har vit kunnu framleiða nógv størri nøgdir av streymi, sum so aftur kann brúkast í framleiðslu av vetni og møguliga eisini til útflútnings, tá streymleiðingssamband einaferð í framtíðini møguliga verður millum Føroyar og meginlandið.

Umboð fyri SEV legði í fjør tankar fram um  eina møguliga ætlan um havvindorku í Føroyum á stóru Arctic Circle ráðstevnuni í Reykjavík. Slík ráðstevna er aftur í hesi vikuni og eisini nú stendur SEV umboð saman við øðrum til at umrøða havvindorku í Norðurhøvum. 

Keldur: Energy Voice, BBC

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 18. oktober 2023

35 Leygardagur 21. oktober 2023

Martti Ahtisaari er deyður

Fyrrverandi finski forsetin andaðist mánamorgunin, 86 ára gamal

Martti Ahtisaari fekk friðarheiðursløn Nobels í 2008 (Mynd: Reuters)
SkrivaÐ:

Alda Nielsdóttir

Fyrrverandi finski forsetin Martti Ahtisaari er deyður.

Hann andaðist tíðliga mánamorgunin, 86 ára gamal.

Ahtisaari varð føddur 23. juni 1937 í býnum Vyborg, sum tá var partur av Finnlandi, men sum nú er partur av Russlandi.

Hann hevði eina langa politiska yrkisleið. Hann var forseti í Finnlandi frá 1994 til 2000, og seinni varð hann eisini sendifólk hjá ST í Kosovo. Í 2008 fekk hann friðarheiðursløn Nobels fyri sítt diplomatiska arbeiði.

Í september 2021 varð boðað frá, at Ahtisaari hevði fingið staðfest demens.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 16. oktober 2023

36 Leygardagur 21. oktober 2023

Noreg fær nýggjan uttanríkisráðharra

Útskifting var í norsku stjórnini mánadagin. Esben Barth Eide verður nýggjur uttanríkisráðharri fyri Anniken Huitfeldt

Espen Barth Eide hevur fyrr verið norskur uttanríkisráðharri. Her saman við Jonas Gahr Støre, forsætisráðharra, í dag (Mynd: EPA)
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

Norski forsætisráðharrin, Jonas Gahr Støre, frá sosialdemokratiska Arbeiderpartiet, framdi mánadagin útskiftingar í norsku stjórnini.

Hetta merkir millum annað, at royndi politikarin Anniken Huitfeldt úr Arbeiderpartiet ikki longur er norsk uttanríkisráðkvinna.

Ein partur av orsøkini er málið um mannin hjá ráðkvinnuni og hansara keyp og søla av partabrøvum, sum hevur verið ein byrða fyri Anniken Huitfeldt.

- Málið um keyp og sølu av partabrøvum er ein partur av orsøkini, men ikki øll orsøkin, til at Anniken verður skift út, segði Jonas Gahr Støre sambært norskum miðlum.

[object Object]
Anniken Huitfeldt (Savnsmynd)

Huitfeldt boðaði sjálv frá í summar, at maður hennara, Ola Flem, hevði framt nakrar partabrævahandlar meðan hon var ráðkvinna. Hetta hevði gjørt hana ógegniga í nøkrum málum, skrivar NTB.

Málið hjá Huitfeldt og mann hennara líkist nógv málinum hjá fyrrverandi norsku forsætisráðkvinnuni, Ernu Solberg. Maður hennara, Sindre Finnes, keypti og seldi eisini fleiri partabrøv meðan hon sat sum stjórnarleiðari.

- Málið hjá Ernu Solberg hevur verið við til at skaða enn meira um umdømið hjá politikarum. Og tað hevur eisini órógvað málið um Anniken. Og hóast málið hjá Solberg er meira umfatandi, so minna tey um hvørt annað í fleiri førum, segði Støre mánadagin.

53 ára gamla Anniken Huitfeldt verður avloyst av 59 ára gamla Esben Barth Eide, sum fyrr hevur verið uttanríkisráðharri, tað var frá 2013 til 2017 meðan Jens Stoltenberg var forsætisráðharri. Eide hevur eisini verið verjumálaráðharri, og hevur sitið sum veðurlags- og umhvørvisráðharri higartil í núverandi stjórnini.

Seks ráðharrar og -kvinnur vórðu skift út. Eisini fekk Noreg eitt nýtt ministerium, nevniliga ráðið fyri talgilding og fyrisiting. 

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 16. oktober 2023

37 Leygardagur 21. oktober 2023

Brotsspark kostaði aftur í verjudysti á útivølli

Eins og í Polandi í síðsta mánaði, kom bólturin í armin á Odmari Færø í føroyska brotsteignum seint í dystinum. Tað endaði 1-0 til Kekkia

Mynd: Sverri Egholm
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

Eftir tungt trýst í fyrra hálvleiki, har Føroyar partvíst vóru hepnnar ikki at koma afturum, var væl betri føroyskt tamarhald á støðuni eftir steðgin.

Sonni Ragnar Nattestad hevði stútara á kekkiska málið, eftir at Føroyar hildu væl fast í einum álopi. Tað gjørdist nakað betri við bólti, men serliga eydnaðst væl at halda heimaliðnum frá uppløgdum málmøguleikum í 2. hálvleiki.

Tann størsta fekk Kekkia, tá eitt korter var eftir - Føroyska liðið fylgdi ikki nóg væl við einaru støðu: Renning og bóltur inn um Sonna Ragnar Nattstad, Odmar Færø royndi at kasta seg fyri bólti inn fyri málið, og bólturin í hondina á Odmari - eins og í Polandi. 

Thomas Soucek var ísakaldur úr ellivu metrum.

[object Object]
Kekkia legði seg á odda 1-0 við brotssparki eitt korter fyri leiklok (Mynd: Sverri Egholm)

Sølvi Vatnhamar fekk ógvuliga góða støðu løtu seinni eftir gott føroyskt spæl, og at kekkiskur verjuspælari gleið, men hann megnaði tíverri at koma fyri aftur og blokera skotinum hjá Sølva í brotsteignum.

0-1 og eitt gott føroyskt avrik á nógvan hátt - tíverri fekk man ikki løn fyri harða stríðið.

EM-undankappingarbólkur E
Sunnudagin 15. oktober
Kekkia - Føroyar 1-0 (0-0)
76' Thomas Soucek, br. (1-0)

Føroyar (5-4-1/3-4-3): Mattias Lamhauge - René Shaki Joensen, Andrias Edmundsson, Odmar Færø, Sonni Ragnar Nattestad, Viljormur Davidsen (L) - Sølvi Vatnhamar (84' Andrass Johansen), Brandur Hendriksson Olsen, Jákup Biskopstø Andreasen (85' Klæmint Andrasson Olsen), Ári Mohr Jónsson (58' Jóannes Bjartalíð) - Pætur Petersen (77' Jóan Símun Edmundsson)

[object Object]
(Mynd: Sverri Egholm)

[object Object]
(Mynd: Sverri Egholm)

[object Object]
(Mynd: Sverri Egholm)

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 15. oktober 2023

38 Leygardagur 21. oktober 2023

Jann hevur longt við B36

Samanlagt 32 dystir fyri felagið í ár, har 26-ára gamli bakkurin hevur verið støðugur. Jann Benjaminsen spælir eisini fyri B36 í 2024

Fjølbroytti bakkurin hevur verið beinleiðis við í yvir tíggju málum fyri B36 í ár (Mynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

Jann Benjaminsen kom til B36 seinasta vetur eftir tvey ár við nógvari spælitíð í norska Hødd. Nú er greitt, at hann heldur fram í føroyska høvuðsstaðarfelagnum.

- 26 ára gamli toftamaðurin hevur roynst sera væl, síðan hann skifti til B36 í februar í ár. Avrikini hava verið góð og støðug, og í B36 fegnast vit um, at drúgvi bakkspælarin er fúsur at taka eitt tørn afturat í hvítu troyggjuni.

Soleiðis skrivaði B36 á Faceobook-síðu sínari í vikuni, í samband við at tað er greitt, at Jann Benjaminsen hevur skrivað undir sáttmála fyri kappingarárið 2024 eisini.

Samanlagt hevur Jann spælt 32 dystir fyri B36 í ár. Hann hevur røkt plássini sum høgri og vinstri bakkur væl og er skrásettur fyri samanlagt fýra mál og átta upplegg - bert fimm spælarar hava lagt upp til fleiri mál í Betrideildini.

[object Object]
Jann í gula búnanum í Conference League-dysti í Estlandi (Mynd: Ingi Arge)

Ta eina málið var í Confernce League: Jann Benjaminsen sendi B36 víðari til 3. umfar við tryggum brotssparki í yvirtíðini í Wales.

Jann og liðfelagirnir skulu vinna annan av teimum báðum seinastu dystunum í Betrideildini fyri at tryggja sær pláss í Evropa aftur næsta ár.

--

26 og næstseinasta umfar í Betri-deildini verður spælt í morgin. Allir dystirnir byrja klokkan 15:

HB - 07 Vestur
ÍF - TB
B68 - AB
B36 - KÍ
Víkingur - EB/Streymur

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 19. oktober 2023

39 Leygardagur 21. oktober 2023

U21-landsliðið vann aftur á útivølli

Olaf Bárðarson úr Víkingi skoraði einsamalla málið í Andorra, tá ein hálvur tími var spældur. Sterkt avrik og Føroyar hava nú sjey stig fyri fýra dystir

Olaf Bárðarson var ísakaldur, eftir at Føroyar høvdu vunnið bóltin høgt, og hann kom til vongin (Savnsmynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

Undan dystinum týskvøldið høvdu Føroyar spælt tríggjar undirhaldandi dystir í EM-undankappingini við samanlagt 15 málum. Føroyska U21-landsliðið hevði skorað tvey mál í hvørjum dysti, men eisini latið í minsta lagi tvey mál inn hvønn dyst.

Dysturin í Andorra týskvøldið gjørdist heilt øðrvísi. Tað var veruligt støðufesti í føroyska verjuspælinum, og útiliðið gav ikki nakran veruligan málmøguleika burtur. Føroyaru skaptu heldur ikki nógv, men tað var ikki neyðugt: Liðið hjá Eyðuni Klakstein revsaði Andorra hart eftir høgt trýst í fyrra hálvleiki, og so var 0-1.

Hetta var tá hálvur tími var spældur. Heimaliðið tók stutt málspark, Noah Mneney vann, sum føroyski málverjin gjørdi so ofta í dystinum, bóltin frá mótsstøðuspælara. Hetta var við brotssteigarmarkið, bólturin endaði hjá Jørgeni Nielsen, sum snilt flutti bóltin líka til vinstru, har Olaf Bárðarson var einsamallur. Nummar 11 hjá Føroyum smekkaði bóltin trygt í longra málhornið, og so var fagnaður á teimum í hvítum.

Hetta var fyrsti veruliga málmøguleiki í dystinum, og tað komu ógvuliga fáir afturat. Andorra megnaði sum nevnt so at siga einki móti stinnu og stríðsfúsu føroyingunum, sum spældu við nógvari orku. Føroyar høvdu greitt størsta møguleikan eftir steðgin. Eitt flott mótálop endaði við, at toppskjúttin fekk skot á mitt fyri, men hóast Jørgen var fríur, so vardi málverjin fyri skotinum.

Harvið endaði tað 0-1 í Andorra. Føroyska U21-landsliðið hevur vunnið báðar útidystirnar higartil og fingið stig í trimum av teimum fýra dystunum higartil í undankappingini. Hetta merkir, at Føroyar og Kroatia í løtuni hava sjey stig - kroatar hava tó betri málúrttøku og hava spælt ein dyst færri. Annars er bert Portugal frammanfyri í bólkinum. Næsta uppgáva verður í Grikkalandi 15. november.

EM-undankappingarbólkur G
Týsdagin 17. oktober
Andorra - Føroyar 0-1 (0-1)
31' Olaf Bárðarson (Jørgen Nielsen) 0-1

Føroyar (5-4-1/3-4-3): Ari í Haraldstovu Petersen - Signar á Brúnni, Áki Johannesen, Børge Petersen, Elias Rusborg (76' Gutti Dahl-Olsen) , Ási Dam - Áki Samuelsen (92' Bergur Poulsen), Gullbrandur Øregaard, Noah Hans Mneney, Olaf Bárðarson (82' Heini Fossdalsá Sørensen) - Jørgen Nielsen.
Venjari: Eyðun Klakstein

Støðan í bólki G
1. Portugal 12 stig (4 dystir)
2. Kroatia 7 stig (3 dystir)
3. Føroyar 7 stig (4 dystir)
4. Grikkaland 5 stig (4 dystir)
5. Hvítarussland 3 stig (7 dystir)
6. Andorra 3 stig (6 dystir)

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 17. oktober 2023

40 Leygardagur 21. oktober 2023

Gull fimta árið á rað

Klaksvíkskvinnur hava aftur fingið gull um hálsin

(Mynd: Olaf Olsen)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Fyri 22. ferð og fimta árið á rað fingu KÍ-kvinnur farna vikuskiftið gullheiðurmserki um hálsin og handað steyp.

Endað var við 2-0 sigri á HB, og tað staðfestir suverena meistaraheitið. KÍ-kvinnur hava vunnið allar 21 dystirnar í landskappingini í ár.

Rannvá Biskopstø Andreasen, sum kom inn í 68. minutti, gevst nú í bestu deildini. Hon hevur leikt 449 dystir í landskappingini og hevur skorað 561 mál. Samanlagt hevur 42 ára gamla Rannvá Biskopstø Andreasen skorað 729 mál í landskappingini, steypakapping, Champions League og á landsliðnum.

Stigatalvan Betri deildin kvinnur
1. KÍ (63 stig)
2. NSÍ (45 stig)
3. HB (42 stig)
4. B36 (40 stig)
5. Víkingur (24 stig)
6. 07 Vestur (13 stig)
7. EBS/Skála (10 stig)
8. TB/FCS/Royn (4 stig)

Myndirnar tók Olaf Olsen.

[object Object]
Ranvá B. Andreasen

[object Object]

[object Object]

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 14. oktober 2023

41 Leygardagur 21. oktober 2023

Eyðvør aftur best í september

Eyðvør Klakstein úr KÍ fór avstað við heiðurinum sum besti spælarin í september mánaði

Tað var Signe Pries Andersen, landsliðsvenjari, ið handaði Eyðvør vinningin (Mynd: Bjarni Enghamar/FSF)
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Eyðvør Klakstein og liðfelagarnir úr KÍ hava havt eitt framúr kappingarár. Tær hava ongan dyst tapt í landskappingini, og farna vikuskiftið kundu tær endiliga lyfta FM steypið upp um høvd.

Fyri Eyðvør persónliga, man kappingarárið 2023 eisini metast sum eitt sera gott ár. Hon vann heiti sum “Spælarin henda mánaðin” bæði í juni/juli og í august, og nú tá ið atkvøðurnar fyri september mánað blivu taldar saman, var tað aftur Eyðvør, sum fór avstað við heitinum. Eyðvør gjørdist í september rættiliga sannførandi vinnari. Næst eftir henni vóru liðfelagin Rebekka Benbakoura, og síðani Sunniva Willemoes úr HB og Heidi Sevdal úr NSÍ.

Í sambandi við heiðurin, varð Eyðvør til seinasta dystin hjá KÍ heiðrað við einari glasstandmynd, sum Betri hevur latið, umframt einum gávubrævi.

Tað var Signe Pries Andersen, landsliðsvenjari, ið handaði Eyðvør vinningin.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 16. oktober 2023

42 Leygardagur 21. oktober 2023

Skála ÍF fingið nýtt búmerki

Skála Ítróttarfelag kunngjørdi í vikuni nýtt búmerki. Eisini er greitt, at nevndin heldur fram

 
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Starvsnevndin hjá Skála ÍF hevur arbeitt eina tíð við ætlanum fyri felagið næstu árini og sum liður av hesum var tilgongdin at endurskoða búmerki eisini sett í gongd.

Á nevndarvalinum í gjár varð nýggja búmerki kunngjørt og áhoyrarafjøldin upp á gott 40 limir tók sera væl ímóti hesum.

Tað er Sjúrður Højgaard, grafikari, ið hevur sniðgivið nýggja búmerki hjá felagnum. Búmerkið er ein veðrur inni í einum skjøldri.

Eisini er greitt, at sama nevnd heldur fram. Øll starvsnevndin tók við afturvali.

Í nevndini sita Jóannes A. Prestá, Jógvan Andersen, Rókur V. Nilssen, Steingrím Jacobsen, Petur Anker Poulsen og Sveinur Ellefsen.

Í ungdómsnevndina vórðu valdar Jóna Evindsdóttir Zachariasen og Poula Dulavík Berg.

[object Object]Nýggja búmerkið hjá Skála Ítróttarfelag

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 20. oktober 2023

43 Leygardagur 21. oktober 2023

U19: Portugisar og írar vóru omaná

U19-landsliðið við dreingjum tapti báðar dystirnar á venjingarleguni, sum farnu dagarnar hevur verið í Pinatar í Spania

(Mynd: fsf.fo)
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

– Vit mugu bara ásanna, at vit taptu móti tveimum liðum, sum vóru betri enn vit. Men dystirnir góvu samstundis okkara spælarum nakrar royndir, ið framyvir vil menna teir sum fótbóltsspælarar, og í hesum føri er tað tað viktigasta, sigur Øssur Hansen, venjari hjá U19-landsliðnum við dreingjum.

Í fyrra dystinum á venjingarleguni í Pinatar var mótstøðuliðið Portugal. Úrslitið gjørdist ein sannførandi 6-0 sigur til portugisar. Í seinna dystinum stóðu írar á hinari mótstøðuhálvuni, og tá gjørdist úrslitið 3-0 til Írland.

– Hesir dystirnir eru sera góð fyrireiking til komandi EM-undankapping, har mótstøðulini eisini eru sterk. So nú eru okkara spælarar ávaraðir, og vónandi taka teir hetta við sær, sigur Øssur Hansen við heimasíðuna hjá FSF.

Í EM-undankappingini, sum verður í Kroatia frá 13. til 22. november, eru Føroyar í bólki saman við Kroatia, Ísrael og Armenia.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 18. oktober 2023

44 Leygardagur 21. oktober 2023

VÍF er víðari í Evropa

Vestmenningar vunnu aftur í kvøld við einum máli á Esch í Luksemborg. Harvið skal liðið spæla í 3. umfari í European Cup

Filip Jojic skoraði átta mál (Savnsmynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

VÍF tryggjaði sær farna vikuskiftið víðari luttøku til triðja umfar í Evropa Cup. Tað gjørdist greitt, tá teir sunnukvøldið vunnu seinna dystin ímóti Esch úr Luksemburg. VÍF vann 30-28. Leygardagin vann VÍF 31-30.

Teir í gulum og bláum spældu ein sera góðan fyrra hálvleik, har teir serliga stóðu væl í verjuni.

Tá farið varð undir seinna hálvleik, var VÍF á odda við fýra málum, men eins og í fyrra dystinum, varð leiðslan etin upp. Filip Jojic varð mansvardur, og tað tyktist at órógva føroyska spælið, samstundis sum verjan misti takið einu løtuna. Miðskeiðis í seinna hálvleiki kundi Ecsh leggja seg á odda fyri fyrstu ferð í dystinum.

VÍF raknaði tó við aftur, og síðstu 10 minuttirnir gjørdust ógvuliga spennandi, har tað eins og dagin ongantíð var meira enn eitt mál á muni.

Málskjúttar:
Kristoffur Bjørgvin 8
Filip Jojic 8 (2)
Andrias Eriksen 6
Hallur Arason 2
Djóni Bárðarson Nielsen 2
Tróndur Johnson 1
Eyði Bjargarson 1
Jóhannus Bjørgvin 1
Jón Müller 1

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 15. oktober 2023

45 Leygardagur 21. oktober 2023

Ísland var omaná eftir steðgin

Føroysku kvinnurnar vóru á odda í steðginum, men nógv brend skot - serliga frá vongplássinum - kostaðu samanlagt. Tað endaði 23-28 á Hálsi í EM-undankappingardystinum

Ísland vann aftur við fimm málum í Føroyum. Tað var tó eftir rímiliga tógvið stríð (Mynd: Jens Kr. Vang)
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

Føroysku kvinnurnar tóku leygardagin móti Íslandi í 2. umfari í undankappingini til EM 2024. 

Talan var um "hakkuta" byrjan hjá føroysku kvinnunum. Eftir eina løtu var munurin trý mál, men so fekk føroyska verjan av álvara tak á íslendingunum, og í álopspartinum fór tað at eydnast betri hjá føroyska liðnum.

Tað leikaði javnt á gjøgnum fyrra hálvleik, har Føroyar serliga eina løtu hevði veruligt yvirtak. Tað eydnaðist eisini at trýsta íslendsku verjuna væl, og í seinasta álopinum at leggja seg á odda so at hálvleiksstøðan varð 13-12.

[object Object]
Elsa Egholm spældi ein frálíkan fyrra hálvleik - bæði í álopi og í verju (Mynd: Jens Kr. Vang)

Hetta var eftir gott uppsæl frá Janu Mittún og trygt skot hjá Turið Arge Samuelsen. Føroyar høvdu annars stórar trupulleikar við at skora av vongplássunum í dag, og áhaldandi trupulleikar har vóru við at kosta í 2. hálvleiki. 

Samanlagt brendu føroysku vengurnir (fýra ymiskar) 13 skot. Hetta var yvir helmingin av skotunum harfrá, og tað er ov nógv.

Annars vóru eisini nakrir trupulleikar í verjuni í seinna hálvleiki, har Føroyar ikki heilt fingu loyst íslendska fysikkin, og heldur fáar bjargingar vóru. Ísland fekk skjótt leiðsluna aftur eftir steðgin, og hóast góðan føroyskan stríðsvilja øktiskt leiðslan so líðandi.

Eins og í teimum báðum venjingardystunum millum liðini í fjør, taptu Føroyar við fimm málum móti Íslandi. Harvið einki stig eftir tvey umfør og minus 22 í málúrttøju eftir tveir dystir. Næstu uppgávurnar eru móti Luksemborg - síðst í mars og fyrst í februar.

Undankapping til EM 2024, 2. umfar
Høllin á Hálsi, 15. okrober
Føroyar - Ísland 23-28 (12-11)

Mál hjá Føroyum: 
Jana Mittún 6 
Elsa Egholm 5
Turið Arge Samuelsen 4
Lukka Arge 2 
Maria Pálsdóttir Nólsoy 2
Brynhild Pálsdóttir 1
Natasja Hammer 1 
Lív Sveinbjørnsdóttir Poulsen 1
Guðrið á Borg 1 

[object Object](Mynd: Jens Kr. Vang)

[object Object]
(Mynd: Jens Kr. Vang)



Greinin varð fyrstu ferð løgd út 15. oktober 2023

46 Leygardagur 21. oktober 2023

H71 tapti eisini 29-22 í seinna dystinum í Kroatia

Samanlagt taptu ungu hoyvíkingarnir við 14 málum fyri Trogir í 2. umfari í European Cup

H71 stríddist í Kroatia, men munurin var greiður samanlagt (Savnsmynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

Sum føroyameistari kom H71 beinleiðis inn í 2. umfar í European Cup. Nógvar broytingar hava verið í hópinum hjá hoyvíkingunum í summar, og við nærum einum U21-liði tapti H71 við samanlagt 14 málum yvir tveir dystir í Kroatia.

Seinni dysturin varð spældur farna vikuskiftið, og hann endaði sum tann fyrri: 29-22.

Sum heild hevði H71 aftur trupulleikar við fysikkinum. Kroatar vóru sterkir og tungir og komu við einum øgiligum fysiskum trýsti. 

Verjan og málverji hjá heimaliðnum vóru, eins og mikukvøldið, stinn og sterk. Hoyvíkingar vóru ikki nóg kyniskir og fingu sum heild ikki spælið at koyra nóg væl.

Í steðginum var munurin fimm mál, 14-9, og tað gjørdist ongantíð spenningur í uppgerðini aftur. Tað eru tó ymiskir lærdómar til menning og royndir, ið hoyvíkingar kunnu taka við, nú teir royndu seg móti liði úr væl sterkari deild.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 14. oktober 2023

47 Leygardagur 21. oktober 2023

Team Klaksvík tók fet móti hálvfinaluni við sigri í Hoyvík

Tað endaði 27-28 í spennandi dysti mikukvøldið, har brotskøst seint í dystinum gjørdust avgerandi. Greipuvinnararnir vóru fyri ósigri

Sakaris Ludvík Súnason skoraði tvey tey seinastu málini í Hoyvík, og var harvið lykilin til at "stjala sigurin" hjá greipuvinnaranum (Savnsmynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

Ein dystur í Faxe Kondi steypakappingini varð spældur mikukvøldið. Hann var í Hoyvík. Hetta var seinasti dystur í 1. umfari í bólkaspælinum hjá monnum, har trý umfør eru. 

Tað endaði við at Team Klaksvík fekk týðandi sigur. Tað er lagt upp til stóran spenning í bólki 2, og hesi stigini kunnu tí koppa tí rætta vegin til hálvfinalurnar. 

Eftir at H71 byrjaði betri, tók Team Klaksvík eitt sindur yvir og var á odda við trimum málum í steðginum, har serliga álopsspælið eydnaðist væl. 

Hoyvíkingar vendu tí tó skjótt eftir steðgin, og eftir 42 minuttir fekk Brian Slyne, ið hevði verið eyðsýndur í dystinum, sína triðju útvísing. Eftir hetta vóru hoyvíkingar eisini tvær ferðir frammanfyri við tveimum málum, men tað var Team Klaksvík, ið skoraði málini seinastu minuttirnar.

[object Object]
Sámal á Tjaldrafløtti gjørdist aftur toppskjútti fyri Team Klaksvík (Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

Tá varð vent frá 27-25 til 27-28, har toppskjúttin hjá Team Klaksvík, Sámal á Tjaldrafløtti, skoraði eitt mál og Sakaris Ludvík Súnason hini bæði. Avgerandi málið í Hoyvík kom við brotskasti. Beint áðrenn hevði H71-toppskjúttin, Ísak Vedelsbøl, misnýtt brotskast.

KÍF vann á Kyndli í fyrsta dystinum í bólkinum. Í 2. umfari, sum verður 26. november, tekur Team Klaksvík móti Kyndli, og H71 er kroyst at vinna á KÍF. 

Faxi Kondi Menn - Úrslit í 1. umfari

Bólkur 1: VÍF, Neistin, StÍF
Leygardagin 14.oktober 
StÍF - Neistin 25-33

Bólkur 2: H71, KÍF, Team Klaksvík, Kyndil
Leygardagin 14. oktober
KÍF - Kyndil 27-25 
Mikudagin 18.oktober  
H71 - Team Klaksvík 27-28 (14-17)

Komandi dystir:
Burn-deildin, menn:
Leygardagin kl. 19: VÍF - Team Klaksvík (Høllin í Vestmanna)
Sunnudagin kl. 16: H71 - Neistin (Hoyvíkshøllin)
Sunnudagin kl. 16: KÍF - Kyndil (Høllin í Kollafirði)
Mikukvøldið kl. 20: Kyndil - H71 (Høllin á Hálsi)

Støðan:
VíF 8 stig
H71 6 stig
Kyndil 5 stig
Neistin 4 stig
KÍF 4 stig
Team Klaksvík 2 stig
StÍF 1 stig
(Neistin og StÍF hava spælt 5 dystir - hini liðini 4 dystir)

SMS-deildin, kvinnur:
Leygardagin kl. 13.30: StÍF - VB (Høllin á Skála)
Leygardagin kl. 16: H71 - Neistin (Hoyvíkshøllin)
Leygardagin kl. 18: Stjørnan - VÍF (KÍ-høllin)
Týskvøldið kl. 18: EB - Kyndil (Høllin við Streymin)
Fríggjakvøldið kl. 19.45: H71 - VB (Hoyvíkshøllin)

Støðan
Neistin 10 stig
Kyndil 8 stig
H71 6 stig
Stjørnan 4 stig
StÍF 4 stig
EB 3 stig
VÍF 2 stig
VB 1 stig
(H71 og VB hava spælt 4 dystir - hini liðini 5 dystir)

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 19. oktober 2023

48 Leygardagur 21. oktober 2023

EM-fyrireikingarnar byrja av álvara síðst í mánaðinum

Landsliðshópurin savnast sunnudagin 29. oktober og verður saman í eina viku. Endað verður við tveimum venjingardystum í Íslandi

Teis Horn Rasmussen og Elias Ellefsen á Skipagøtu eru millum teir, ið skjótt skulu vera savnaðir í eina viku (Mynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

Heilt stóra uppgávan hjá føroyska hondbóltslandsliðnum við monnum er EM-endaspælið í Týsklandi í januar.

Í sambandi við fyrireikingarnar til tað savnast føroyska liðið til venjingar í Føroyum, áðrenn tveir venjingardystir eru á skránni í Íslandi - her verður tíð til at arbeiða við nógum ymiskum.

Hondbóltssambandið upplýsir, at fyrsti fundurin og fyrsta venjingin eru á skránni sunnudagin 29. oktober. Liðið fer at hava venjingar saman fimm dagar á rað, áðrenn farið verður til Íslands fríggjamorgunun 3. november.

Fyrri venjingardysturin er á skránni ta kvøldið klokkan 19.30, og tann seinni leygardagin 4. november klokkan 19.30. Báðir dystirnir verða í Laugardalshøllini í Reykjavík.

Landsliðsvenjararnir, Peter Bredsdorff-Larsen og Julian Johansen, hava úttikið hesar 20 leikararnar:

Málverjar:
Nicholas Satchwell, TIF Viking Bergen (NOR)
Pauli Jacobsen, HØJ (DEN)

Útileikarar:
Ísak Vedelsbøl, H71
Teis Horn Rasmussen, Århus HC (DEN)
Helgi Hildarson Hoydal, Kristiansand (NOR)
Pætur Mikkjalsson, Hallby (SWE)
Leivur Mortensen, Frederiksberg IF (DEN)
Rói Berg Hansen, HØJ (DEN)
Hákun West av Teigum, Füchse Berlin (GER)
Allan Norðberg, Valur (ISL)
Peter Krogh, Århus HC (DEN)
Kjartan Johansen, Bækkelaget (NOR)
Vilhelm Poulsen, Lemvig-Thyborøn (DEN)
Elias Ellefsen á Skipagøtu, THW Kiel (GER)
Óli Mittún, IK Sävehof (SWE)
Rói Ellefsen á Skipagøtu, Hallby (SWE)
Jónas Gunnarson Djurhuus, Frederiksberg IF (DEN)
Pauli Mittún, Team Sydhavsøerne (DEN)
Bjarni í Selvindi, Kristiansand (NOR)
Tróndur Mikkelsen, Kristiansand (NOR)

Bjarni í Selvindi og Ísak Vedelsbøl, ið báðir vóru við til U21 HM í summar, eru báðir við á fyrsta sinni.

Hondbóltssambandið skrivar, at hetta er seinasta samlingin, áðrenn liðið hittist aftur eftir nýggjár. Tá verða fyrst tveir fyrireikingardystir á skrá móti Belgia 5. og 6. januar. Dystirnir verða í Høllini á Hálsi. Føroyska liðið ferðast síðani til Berlin 9. januar.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 19. oktober 2023

49 Leygardagur 21. oktober 2023

Flogbóltur: Meistararnir seinastu árini tunga byrjan

Føroya Tele-deildin, kvinnur: Greipuvinnararnir seinastu trý árini, SÍ, og Fleyr, hava ikki somu styrki, sum tey hava havt seinastu árini

TB fekk eina fína byrjan leygardagin, tá tær vunnu 3-0 á SÍ (Mynd: TB)
SkrivaÐ:

Innsent

Fyri góðari viku síðan var skjøtul settur á Føroya Tele-deildina í flogbólti hjá kvinnum, og eyðsýnt er, at greipuvinnararnir seinastu trý árini, SÍ (2023 og 2021) og Fleyr (2022), hava ikki somu styrki, sum tey hava havt seinastu árini.

Nýggir avbjóðarar til finaluplássini tykjast serliga at vera TB og Mjølnir, men kappingin er ung enn, og ilt er at spáa, tá liðini bara hava spælt ein ella tveir dystir.

TB – SÍ 3-0 (25-17, 25-13, 25-17)
Síðsta kappingarár var TB væl við í kappingini um pláss í FM-finalunum, men endaði á bronsuplássinum. Spennandi verður at síggja, um TB fer at megna at koma í finaluna hetta kappingarárið. Í hvussu er fekk liðið fína byrjan, tá greipuvinnararnir úr SÍ vórðu sendir norðuraftur við Smyrli við 3-0 tapi í skjáttuni. Hjá TB er bara onnur av teimum útlendsku, Ariana G. Pereyra, við í ár, og heldur ikki roynda Sólvá Dimon hevur verið við.

Hjá SÍ eru tær tvær útlendsku ikki við í ár, og tá so eisini onkrar av teimum lokalu heldur ikki eru við, so er stórur munur á. Rajko Petrovic er heldur ikki venjari longur. Í hansara stað er Cristiano Rodrigues Campos úr Brasil komin at vera høvuðsvenjari. Hann venur bæði kvinnu- og mansliðini í Føroya Tele-deildini og er harumframt ungdómsvenjari.

Mjølnir – Fleyr 3-1 (25-20, 20-25, 25-19, 25-19)
Mjølnir, sum vann sjey av sínum síðstu átta dystum seinasta ár, legði fyri við at vinna 3-1 á Fleyr, sum nú hevur tapt báðar sínar fyrstu landskappingardystir, eftir at hava vunnið á SÍ í stórsteypadystinum.

Í fjórða setti var Fleyr aftanfyri við seks stigum, men bardi seg upp á 17-17, men stríðið var til fánýtis, tí Mjølnir vann næstu fimm bóltarnar á rað, og settið 25-19. Ragnar í Haraldstovu, sum gjørdist venjari hjá Mjølnir seinasta kappingarár, er aftur venjari í ár.

Hjá Fleyr spælir Iuliia Kuvshinova ikki í ár, og heldur ikki Tóta Búadóttir, sum er í Danmark. Hinvegin er veteranurin Anja S. Danielsen komin aftur. Fyri Fleyr hevur tað verið smeitur, at Emma Michala Sannino ikki hevur spælt eftir skaðan, hon fekk í stórsteypadystinum.

Fleyr – Dráttur 2-3 (15-25, 25-22, 25-20, 24-26, 12-15)
Fyrra dystin hjá sær tapti Fleyr fyri Drátti eftir spennandi fimmsettara. Frammanfyri 23-19 í fjórða setti mundu tey flestu halda, at Fleyr hevði sigurin í pottinum, men Dráttur javnaði tó til 23-23. Fleyr vann kortini næsta stigið og fekk dystarbólt, men Dráttur yvirlivdi og vann í staðin settið 26-24. Í javnbrótaranum var javnt við 9-9, tá Dráttur fór trý stig framum, men hóast Fleyr minkaði um munin niður í eitt stig, so helt Dráttur høvdið kalt og vann 15-12.

Hjá Drátti gjørdi slovenska Tereza Kerparová góðan mun. Hon er eisini venjari saman við Vladimir Hauriska. Venjararoyndir hava tey bæði m.a. úr Danmark og Svøríki.

Ternan – KÍF 0-3 (11-25, 23-25, 27-29)
Ternan, uttan úrmælingarnar Birgit Guttensen og Sofíu Purkhús Splidt, fekk veruliga oyruni í maskinuna í fyrsta settinum ímóti KÍF. Men Ternan menti seg sum frá leið, og lítil munur var í øðrum setti, og í triðja setti hevði Ternan settbólt, sum tó ikki varð gagnnýttur, og so vann KÍF í staðin dystin við sínum triðja dystarbólti.

KÍF hevur í ár sett Veselin Đurović sum venjara. Hann er úr Montenegro, har hann fyrr hevur verið landsliðsvenjari. Sjálvur spældi hann á landsliðnum hjá gamla Jugoslavia í síni tíð. Seinasta kappingarár endaði KÍF aftast í landskappingini við bara trimum sigrum.

Støðan í Føroya Tele-deildini, kvinnur:

Lið Dystir / Stig
TB 1 / 3
KÍF 1 / 3
Mjølnir 1 / 3
Dráttur 1 / 2
Fleyr 2 / 1
SÍ 1 / 0
Ternan 1 / 0

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 16. oktober 2023

50 Leygardagur 21. oktober 2023

Gull til David og silvur til Andreas

Tríggir boksarar vóru við á HSK Box Cup í Hillerød seinasta vikuskiftið

 
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

Eitt heiðursmerki úr gulli og eitt úr silvuri kom við heim eftir at tríggir føroyskir boksarar frá Tórshavn Boksing farna vikuskiftið vóru við í altjóða boksistevnuni HSK Box Cup í Hillerød í Danmark, sum er størsta altjóða boksistevnan fyri amatørar, sum á hvørjum ári verður hildin í Norðurlondum.

Við vóru umleið 475 boksarar úr 15 ymiskum londum.

David Kunoy vann gull í sínum vektflokki, og Andreas Dam Poulsen vann silvur í sínum vektflokki.

Umframt teir báðar, var Teitur Annand eisini við á stevnuni.

Tað eydnaðist ikki Teiti at boksa seg í finaluna. Hann tapti sín innleiðandi dyst í lættvekt leygardagin upp á ein sera ivasaman hátt, sambært føroyingunum, sum vóru til staðar. Men dómararnir avgjørdu, at walisarin Sol Pita, sum Teitur boksaði ímóti, skuldi kjósast vinnari av dystinum.

David Kunoy í weltervekt boksaði ein harðan og sera javnan innleiðandi dyst móti norðmanninum Siyar Rachid úr Nidaros Bokseklubb, sum kundi fara báðar vegir, men royndi føroyingurin vann, og tryggjaði sær luttøku í finaluni.

Sama gjørdi Andreas Dam Poulsen í tungvekt, sum innleiðandi boksaði móti Ferhan Yildiz úr Niðurlondum. Andreas, sum hevur hildið ein støðg frá boksingini í tvey ár, royndi seg aftur á fyrsta sinni, og vann ein tryggan sigur við øllum dómaraatkvøðunum.

[object Object]
Jan Mertens úr Belgia, silvur, og David Kunoy úr Føroyum, gull

Sunnudagin var so finaludagurin.

Og her tryggjaði David Kunoy sær gullheiðursmerki við at vinna enn ein tættan og harðan dyst. Hesaferð móti Jan Mertens úr Belgia. David vann við dómaraatkvøðunum 3-2.

Eftir henda dystin skuldi Andreas Dam Poulsen so royna seg í finaluni í tungvekt. Men her gekk ikki líka væl. Andreas kom ikki ordiliga í gongd sum ætlað, og tapti til ein betri mann, Soulaiman Bouanan, eisini úr Belgia.

Belgiarin hevði so gott tak á Andreasi, at dómarin valdi at støðga dystinum og telja yvir føroyska boksaranum bæði í fyrsta og øðrum umfari. Og tá so aftur varð talt yvir honum í triðja umfari, hevði Bouanan úr Belgia vunnið dystin upp á RSC (Referee Stopped Contest).

Men bara tað at boksa seg fram til finaluna, verður mett at vera eitt sera gott úrslit fyri Andreas eftir so langan støðg frá boksingini.

[object Object]
Andreas Dam Poulsen úr Føroyum, silvur, og Soulaiman Bouanan úr Belgia, gull


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 15. oktober 2023

51 Leygardagur 21. oktober 2023

Andrias er Føroya fyrsti altjóða judodómari

Farna vikuskiftið fekk Andrias Sumberg prógv sum altjóða dómari í judo

Henri Petteri Mylly úr Finnlandi, Svenja Rahn Sørensen úr Noregi, fyrsta norska kvinna, ið gerst altjóða dómari, og Andrias Sumberg, sum er fyrsti føroyingur, ið gerst altjóða dómari (Mynd: Judo Føroyar)
SkrivaÐ:

Alda Nielsdóttir

Farna vikuskiftið fekk Andrias Sumberg prógv sum altjóða dómari í judo, og hann er fyrsti føroyingur, sum fær altjóða prógv.

Tað skrivar Judo Føroyar í tíðindaskrivi.

Andrias hevur vant judo síðani hann var smádrongur, og undir lestri í Danmark byrjaði hann at royna seg sum dómari. Hann tók dómaraprógv í Danmark, áðrenn hann eftir loknan lestur vendi heimaftur. Andrias hevur, síðani hann kom heim aftur, stovnað Suðuroyar Judo á Tvøroyri, har hann eisini er formaður og venjari.

Seinnu árini hevur Andrias dømt í norðurlendskum kappingum, og í fjør byrjaði hann tilgongdina at gerast altjóða dómari. Seinasta heyst dømdi hann í tveimum altjóða kappingum, og í summar hevur hann eisini dømt í tveimum altjóða kappingum, áðrenn hann nú um vikuskiftið var uppi til próvtøku í sambandi við European Cup kapping í Malaga í Spania.

Andrias kláraði próvtøkuna uttan trupulleikar, og kann nú kalla seg altjóða dómara, skrivar Judo Føroyar, sum sigur, at tað í menningartilgongdini hjá sambandinum hevur stóran týdning, at døming er á høgum støði.

Andrias kemur framyvir at hava ein týðandi leiklut í at læra nýggjar dómarar í Føroyum, eins og hann fær altjóða uppgávur, skrivar Judo Føroyar.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 16. oktober 2023

52 Leygardagur 21. oktober 2023

Jøvn byrjan

Havnarmenn hava lagt seg á odda eftir fyrstu tvey umførini, men stutt er millum Havnina, Sandavág og Klaksvík

Helgi Dam Ziska og Havnar Telvingarfelag hava lagt seg á odda í landskappingini
SkrivaÐ:

Innsent

Tað gongur javnt á millum A-liðini hjá teimum trimum stóru talvfeløgunum í fremstu deildini í føroysku landskappingini. 

Havnarmenn hava lagt seg á odda eftir fyrstu tvey umførini, men stutt er millum Havnina, Sandavág og Klaksvík.

Ikki fyrr enn oddaliðini hittast í innanhýsis dysti, fæst ein ábending um, hvussu jøvn liðini eru.

Havnin og Sandavágur gjørdu aftur bart í øðrum umfari sunnudagin. Bæði vunnu stórsigrar; bara eitt hálvt stig var mist. Afturímóti noyddist A-liðið hjá klaksvíkingum at lata sær lynda javnleik móti øðrum liði hjá vágamonnum. Óvæntaða borðúrslitið var, at Jónfinn Thomsen - sum miðskeiðis í 70-unum var stóra vónin hjá Gøtu Talvfelag - koppaði Terja Petersen. Klaksvíkingar vóru greiðir ratingfavorittar á øllum fýra borðum, so javnleikurin mundi kennast teimum heldur enn ikki snópin.

Havnarmenn og sandavágsmenn høvdu eina broyting hvør í mun til liðið, sum telvaði í fyrsta umfari. Hjá vágamonnum loysti Torkil Nielsen av Jón í Horni Nielsen, og hjá Havnini var Martin Poulsen við fyri Carl Eli Samuelsen.

1. deild - 2. umfar

Sandavágs Talvrelag - Havnar Telvingarfelag B 3,5-0,5
Rógvi Egilstoft - Herluf Hansen 1-0
Høgni Egilstoft Nielsen, Margar M. Berg 1-0
Silas Eyðsteinsson - Heiðrikur T. Jacobsen 0,5-0,5
Torkil Nielsen - Øssur Joensen 1-0

Klaksvíkar Talvrelag B - Havnar Telvingarfelag A ½-3½
Rani Nolsøe - Helgi Dam Ziska 0-1
Wille Olsen - Martin Poulsen 0-1
Heðin Gregersen - Luitjen Akselsson Apol ½-½
Ingolf Gaard - Sjúrður Thorsteinsson 0-1

Sandavágs Talvfelag B - Klaksvíkar Talvfelag A 2-2
Jón Atlason - Ólavur Simonsen ½-½
Ingi Wiberg - Eyðun Nolsøe 0-1
Jonfinn Thomsen - Terji Petersen 1-0
Johnny Petersen - Rani Baldursson ½-½

Støðan í 1. deild

Havnar Telvingarfelag A 7½
Sandavágs Talvfelag A 6½
Klaksvíkar Talvfelag A 6
Sandavágs Talvfelag B 3
Havnar Telvingarfelag B ½
Klaksvíkar Talvfelag B ½


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 16. oktober 2023

53 Leygardagur 21. oktober 2023

– Í framtíðini kunnu bert tíggju lond vera vertir fyri vetrar-OL

Orsøkin er veðurlagsbroytingar, sigur Thomas Bach, forsetin í Altjóða olympisku Nevndini

Thomas Bach, forsetin í Altjóða olympisku Nevndini (Mynd: EPA)
SkrivaÐ:

Alda Nielsdóttir

Í roynd og veru eru bert tíggju lond før fyri at vera vertir fyri vetrar-OL í framtíðini, soleiðis sum treytirnar eru nú, sigur Thomas Bach, forsetin í Altjóða olympisku Nevndini (IOC).

Orsøkin er veðurlagsbroytingar. Serliga tí at summi øki í framtíðini fara at mangla natúrligan kava, sigur hann sambært Ritzau.

Tað er ikki óvanligt, at tilgjørdur kavi verður brúktur í sambandi við vetrar-OL. Tað varð brúkt fyrstu ferð í Lake Placid í USA í 1980, og seinastu árini hevur tað verið nógv brúkt, skrivar BBC.

– Í 2040 verða í roynd og veru bert tíggju olympiskar nevndir, sum kunnu hýsa kavaítróttinum undir olympisku vetrarleikunum, sigur IOC-forsetin.

Næsta vetrar-OL verður í 2026. Tá eru Milano og Cortina d’Ampezzo í Italia vertir. Næsta ár verður væntandi greitt, hvør verður vertur í 2030 og 2034.

– Tað er ein sera torgreiddur trupulleiki, og fyri at viðgera hann ordiligt, mugu vit hava meira tíð, sigur Thomas Bach.

Møguligir vertir í 2030 eru Stockholm og Åre í Svøríki og landsluturin Provence-Alpes-Côte d’Azur í Fraklandi. Salt Lake City í USA hevur bjóðað seg fram sum vert í 2034.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 14. oktober 2023

54 Leygardagur 21. oktober 2023

Til minnis um Hákun Thorkildshøj

11. september 1938 - 17. august 2023

 
SkrivaÐ:

Minningarorð / Kiwanis Tórshavn

Vit fara hervið at minnast Hákun Thorkildshøj við takksemi fyri tað stóra arbeiðið hann gjørdi fyri Kiwanis Tórshavn tey nógvu árini, hann var limur.

Hóast kropsliga darvarður, so møtti Hákun altíð væl upp til tey tiltøk, vit høvdu. Hann var ógvuliga stillisligur og høviskur og ikki ein maður av nógvum orðum, men tá hann tók orðið, varð lurtað væl, tí tá hevði hann veruliga nakað upp á hjartað.

Hákun vaks upp á Borðini, tí abbi hansara fyrst gjørdist vitapassari har og síðani pápin, Niklái. Abbin á Nesi fekk sum uppgávu at passa vitan á Garðsenda á Toftum, sum varð tendraður sama dag sum vitin á Borðini í 1893. Í 1924 var starvið sum vitapassari á Borðini tøkt, og abbin søkti og fekk tað starvið, meðan sonurin, Niklái, pápi Hákum fekk starvið at passa vitan á Garðsenda.

Í 1939 fór abbin frá sum vitapassari á Borðini, og Niklái – pápi Hákun – tók yvir eftir hann. Hákun var tá bara ársgamal, tá familjan flutti út á Borðina. Tey vóru seks systkin, tríggjar systrar og tríggir beiggjar, har Hákun var tann fjórði í systkinaflokkinum.

Uppvøksturin á Borðini var góður, og stóra tíðsfordrívið var at fara í bát, tá veðrið var gott. Hetta greiddi hann millum annað frá í eini sending við Tóri á túri saman við tveimum systrum. Tey høvdu ein góðan uppvøkstur á Borðini, har tey trivust væl.

Hákun var eisini musikalskur og spældi harmoniku. Hetta var ein fín harmonika, tí einaferð var hon send heilt til Italiu at verða umvæld frá grundini av.

Í sínum sivila arbeiði var Hákun nærum alt sítt arbeiðslív starvsettur innan tað almenna. Í nógv ár var hann tað, sum rópt varð pantifúti, men tey seinnu árini áðrenn hann gjørdist pensjónistur, var hann deildarleiðari á Gjaldstovuni.

Hákun var giftur og átti fýra børn, sum minnast gott aftur á pápa sín, tí hann var so róligur og fittur pápi. Nýttist ikki at heva røddina fyri, at tey skuldu lurta eftir og gera, sum hann ynskti.

Hann misti konuna, sum var ættað úr Sandavági, fyri nøkrum árum síðani, og eftir hetta flutti hann í eina av íbúðunum á Boðaneshamri, men tey síðstu árini búði hann á Boðanesheiminum.

Kiwanis vil hervið lýsa frið yvir minnið um Hákun Thorkildshøj og takka honum fyri tað stóra og góða arbeiði, hann gjørdi fyri felagsskapin.

Kiwanis Tórshavn

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 16. oktober 2023