Leygardagur 28. oktober 2023 | Nr. 43 | Árgangur 4 | Kr. 0,00
SíÐa 8
SíÐa 4
SíÐa 2
SíÐa 45
SíÐa 29
SíÐa 39
Nýggj útgáva hvønn leygarmorgun kl. 7
Eitt ávíst atgerðarloysi myndar sitandi landsstýrissamgongu í løtuni. Eftir 10 mánaðir í landsins leiðslu, eru einans smærri mál fingin ígjøgnum. Veruligu stórmálini liggja enn líka so óloyst, sum tey lógu, tá hesi fólkini bóðu lova sær framat fyri at fáa skil á.
Fiskivinnusamstarvið við Russland til dømis. Flokkarnir sum fyri knøppum ári síðan vóru sannførdir um, at samstarvið við Russlands skuldi slíktast, fáast ikki til at taka eina støðu. Lyftið var annars, at okkurt skuldi henda í seinasta lagið í hesi vikuni. Men tað helt ikki.
Neyvan hendir tað stóra í komandi viku heldur. Tveir tingmenn skulu sendast til norðurlandaráðsfund í Oslo, og so støðgar alt parlamentariskt arbeiði upp her heima. Nakrar tingnevndir brúka vikuna til fundarvirksemi. Men uttanlandsnevndin er ikki innkallað. Og tað er henni, sum bíðað verður eftir. Ikki minst vinnan, sum ynskir at fáa at vita, um tað verður nakar barentshavsfiskiskapur eftir ársskiftið.
Tað er nú ikki uttanlandsnevndin, sum bølir málinum. Hon bíðar eftir landsstýrinum. Bíðað verður – sum skilst – eftir landsstýrismannin við uttanlandsmálum, sum raðfestir Kina fram um alt annað í hesum døgum.
Og meðan vit bíða eftir stóra uttanríkispolitiska útspælinum frá landsstýrinum, so kunnu vit ikki annað enn undrast yvir, hvat í víðastu verð landsstýrismaðurin ger í Kina. Hví skulu segl nú setast til vinnulig átøk við fólkaríka landið hinu megin jørðina? So fáar mánaðir eftir, at hælirnir vórðu heglaðir í, og álagt var Føroya Tele at slíta alt samstarvið við landið, tí tað var vandamikið at hava teirra njósnaraútgerð knýtta at okkara fjarskiftisneti? Almenna telefelagið varð álagt at vraka gjørdar milliónaíløgur, tí útgerðin var ein trygdartrupulleiki.
Hvat er hent síðan tá? Er Kina ikki vandamikið longur? Tykist ikki. Tí nú skal marknaðaratgongdin og búskaparliga samstarvið við landið styrkjast.
Vit hava hug at spyrja, hvat vit skulu í Kina? Hví skal matvøra, sum vit framleiða, flytast so langt, sum yvirhøvur gjørligt? Skal hon flúgvast? Hvussu sampakkar tað við veðurlagspolitikkin og ætlanirnar um einar burðardyggar Føroyar? Er burðardyggur útflutningur ikki at flyta okkara vørur so stutt sum møguligt – gagnnýta nærmarknaðirnar? Tíðin er farin frá at maturin skal djúpfrystast og seljast til tey fjarskotnastu londini. Tað áttu júst Tjóðveldi og Javnaðarflokkurin at verið tilvitaðir um, tí tað eru teirra politikarar, sum ganga á odda á grønu og burðardyggu leiðini.
Ferðin hjá landsstýrismanninum til Kina er í stríð vil alt tað, sum fyrstvaldi býráðslimurin hjá Tjóðveldi í Havn – nú í farloyvi – hevur staðið fyri seinastu árini, og eisini tað, sum sitandi javnaðarlandsstýriskvinna við umhvørvismálum hevur talað fyri.
Vit áttu heldur satsa upp á teir marknaðirnar, sum liggja nærmast. Bretland, til dømis og ES. Hesir marknaðir eru ivaleysa stórir til at kunna avtaka okkara vørur, og væl tað.
Atgongd til hesar marknaðir eigur tí at fáa ovastu raðfesting. Øll segl áttu at verið sett fyri at fáa fríhandilsavtalur við hesi lond. Vit skulu ikki góðtaka eitt nei. Vit skulu áhaldandi arbeiða og ávirka fyri at koma á mál í hesum spurningi. Takið gjarna sendifólkini í Beijing, Moskva og Tel Aviv heim og flytið tey til London og Brússel og kanska Keypmannahavnar eisini – at lobby’a. Tað er har tey gera gagn fyri Føroyar.
Effo tekur týðandi fet innan varandi orku. Fer at byggja eina orkulund í Eysturoynni, ið leggur grundarsteinin undir, at vinnan kann skifta frá olju til varandi orkukeldur
Orkufelagið Effo boðaði fríggjadagin frá, at felagið fer at seta vindmyllur upp á vestursíðuni í Lambavík. Talan er um eina orkulund á 100 MW, ið er sami máttur sum samlaða streymframleiðslan úr øllum orkukeldum í Føroyum í dag.
Talan er sostatt um eina tvífaldan av streymframleiðsluni.
Gunnar Nielsen, stjóri og Janus Thomsen, nevndarformaður í Effo (Mynd: Jan Müller)
Effo kallar hetta ein varða í føroyskari orkusøgu.
- Hetta er eitt stórt fet fram ímóti málunum hjá bæði vinnulívi og landi um at minka CO2 útlátið. Sum orkuveitari vilja vit veita varandi orkuloysnir og skapa eina varandi framtíð. Vit eru errin av, at vit kunnu geva okkara íkast til grøna orkuskiftið, sigur Gunnar Nielsen, stjóri í Effo, og leggur afturat, at verkætlanin samstundis ger Føroyar meiri sjálvbjargin á orkuøkinum.
Orkan frá Eysturlundini verður brúkt til at framleiða streym, vetni, súrevni og hita. Stórur eftirspurningur er frá vinnuni eftir varandi orkuloysnum, og við hesum kann vinnan skifta til varandi orku á bæði landi og sjógvi.
Effo veitir í dag tungolju til ídnaðin í Fuglafirði m.a. Havsbrún, og vil hendan verkætlanin vera við til at minka munandi um tungoljunýtsluna.
Effo ynskir eisini at kunna veita vinnuni grønt brennievni, og er hetta fyrsta stigið til at fara undir framleiðslu av hesum. Effo hevur ætlanir um at orkan frá hesi verkætlanini skal m.a brúkast til at framleiða súrevni til alivinnuna, vetni til flutning á landi og sjógvi, og avlopshitin frá hesi framleiðslu kann brúkast til nærhitanet ella ídnaðarvirki, ið hava tørv á hesi orku.
Verkætlanin verður ikki tengd at almenna el-netinum.
Eysturlund fer at framleiða orku svarandi til 10 prosent av allari oljunýtsluni í Føroyum á sjógvi og landi. Vindmyllurnar vera av slagnum Vestas V-117. Tær eru 92 metrar høgar og veingjaspennið er 117 metrar. Byrjað verður uppá verkætlanina í ár, og hon væntast at vera í rakstri um árslok 2026.
Á tíðindafundinum fríggjadagin upplýsti Gunnar Nielsen annars, at samlaða íløgan í nýggju vindmylnulundina er umleið hálvonnur milliard krónur.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 27. oktober 2023
Russiska fiskivinnuumsitingin hevur lagt uppskot fyri stjórnina í Kreml um innflutningsbann
Russiska fiskivinnuumsitingin, Rosrybolovstvo, mælir nú russisku stjórnini til at støðga innflutninginum av fiskavørum úr Føroyum.
Tað skrivaðu russiskir miðlar í vikuni.
Rosrybolovstvo skal hava lagt eitt uppskot fyri stjórnina um at banna innflutningi av føroyskum fiski aftur fyri føroyska havnastongsulin, ið varð settur í verk í summar.
Víst verður á, at eitt bann fyri innflutningi av føroyskum fiskavørum ikki fær stórvegis ávirkan á landsins matvørutrygd, tí russisk fiskifør og fiskavirkir sjálv eru før fyri at fáa tilsvarandi mongdir av fiski til vega.
Sambært Rosrybolovstvo er innflutningurin av frystum viskavørum úr Føroyum minkaður við yvir 50 prosentum hesi seinastu árini, úr 144.100 tonsum í 2018 til 71.500 tons í 2022.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 24. oktober 2023
Men løgmaður vil onki siga um, hvat semjan inniber - heldur ikki hvussu skattalættin verður fíggjaður
Landsstýrissamgongan er klár at leggja uppskot fyri løgtingið, sum gevur ein munandi skattalætta til tey lág- og miðalløntu.
Hetta segði Aksel V. Johannesen, løgmaður, í vikuni.
Landsstýrissamgongan sat á samgongufundi í Tinganesi seinnapartin mikudagin, har skattalættin var á skránni.
Og sambært løgmanni er full semja í samgonguni um skattalættan og hvussu hann skal fíggjast. Sambært løgmanni snýr tað seg um at geva teimum lág- og miðalløntu ein munandi skattalætta. Men løgmaður vil onki siga um innihaldið fyrr enn uppskotið verður lagt fram á løgtingi, væntandi á seinasta framløgudegi fyri jól, sum er fríggjadagin 4. november.
Sambært løgmanni er eisini full semja um, hvussu skattalættin skal fíggjast.
Kringvarpið hevur fleiri ferðir gitt frá óváttaðum keldum, hvussu partur av skattalættanum skal fíggjast. Tað verður gjørt m.a. við at innføra ein CO2-gjald og at niðurlaga sjómanna- og uttanlandsfrádráttin.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 25. oktober 2023
Rentan er hækkað 1,39 prosentstig hetta seinasta árið
Í august var rentan, sum føroysk húsarhald hava goldið á sínum sethúsalánum í føroysku bankunum og donsku realkredittstovnunum húsarhald í miðal 4,06 prosent, upplýsir Landsbanki Føroya.
Í august 2022 var miðalrentan 2,67 prosent á bústaðarlánunum í føroysku bankunum og donsku realkredittstovnunum tilsamans, og í august 2023 var miðalrentan 4,06 prosent; hon er sostatt økt 1,39 prosentstig hetta tíðarskeiðið.
Rentuútreiðslurnar hjá føroysku sethúsaeigarunum eru øktar munandi tað seinasta árið; tær eru øktar við góðum 130 milliónum krónum í tíðarskeiðinum september 2022 til august 2023 í mun til sama tíðarskeið árið fyri. Tað svarar til ein ein vøkstur á 45 prosent í mun til tað, sum goldið varð í rentum av bústaðarlánum árið frammanundan.
Tó fáa nógv húsarhald rentustuðul og merkja ikki fulla virknaðin av øktu rentuútreiðslunum.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 24. oktober 2023
Ein millión er játtað til fyrireikingar og projektering av útbyggingini
Tórshavnar Býráð samtykti hósdagin at játta eina millión krónur til fyrireikingar og projektering av verkætlan at útbyggja Skansabryggjuna norðureftir.
Núverandi útbygging av Skansabryggjuni og eystara havnaøki skuldi upprunaliga fevna um eitt øki uppá umleið 163.000 fermetrar. Útbyggingarætlanin varð tó tillagað og minkað niður í 95.000 fermetrar.
Nýggja havnaøkið minkaði við hesi tillaging sostatt umleið 68.000 fermetrar í mun til upprunaligu ætlanina, og tað minkar sostatt eisini um nyttuna og møguleikarnar at skipa havnaøkið nøktandi í mun tey krøv og ynski, sum eru og verða til farmaflutning og uttanlandssigling.
Ein onnur avleiðing av hesi broyting var eisini, at ætlanin at gera nýggjan til- og frákoyringarveg millum havnalagið og ringvegin ikki kundi fremjast.
Havnarmeistarin mælti nú til at játta eina miljón krónur til fyrireikingar og projektering av verkætlanini «Skansabryggjan – útbygging norðureftir», fíggjað av íløgum hjá Tórshavnar havn fyri 2023, og at beina málið í býráðið umvegis fíggjarnevndina.
Havnanevndin hevur samtykt at taka undir við tilmælinum, og ein meiriluti í fíggjarnevndini tók 18. oktober 2023 undir við havnanevndini at beina málið í býráðið.
Málið kom fyri á býráðsfundi hósdagin og varð samtykt.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 26. oktober 2023
Fyri at menna handilsviðurskiftini millum Føroyar og Kina, er semja millum londini um at fyrireika neyðugu stigini til at fara undir formligt samskifti um møguleikarnar fyri einum frihandilssáttmála. Tað er niðurstøðan eftir fundir í Beijing
Høgni Hoydal, landsstýrismaður við uttanríkis- og vinnumálum, er hesa vikuna á ferð í Kina, har hann hevur havt fundir við kinverska uttanríkisráðið, handilsmálaráðið og matveruinnflutningsmyndugleikunum GACC.
Fyri at menna handilsviðurskiftini millum Føroyar og Kina, er semja millum londini um at fyrireika neyðugu stigini til at fara undir formligt samskifti um møguleikarnar fyri einum frihandilssáttmála. Tað er niðurstøðan eftir fundir í Beijing millum landsstýrismannin og ráðharraumboð í ávikavist uttanrikisráðnum, handilsmálaráðnum og GACC.
Matvøruútflutningurin til Kina er skipaður sambært lista við fiskasløgum, virkjum og skipum, ið hava atgongd til kinverska marknaðin. Kinversku myndugleikarnir eru jaliga sinnaðir at ganga føroyska ynskinum á møti um at fáa marknaðaratgongd fyri fleiri fiskasløg, lýsi og fiskamjøl, umframt at leggja nýggj virki og skip í Føroyum afturat listanum. Í Føroyum varðar Heilsufrøðiliga starvsstovan av listanum, og tók lut á fundinum við matvøruinnflutningsmyndugleikarnar.
- Eftirspurningurin eftir góðum sjómati er alsamt vaksandi í Kina, og vit merkja stóran áhuga fyri føroyskum fiskavørum í Kina. Vit kunnu vera errin av dygdini og arbeiðinum hjá føroyskum framleiðarum, og um professionella arbeiðið hjá okkara heilsufrøðiliga myndugleika við at tryggja eftirlit og váttanir á hægsta altjóða stigi. Vit arbeiða miðvíst við at betra marknaðaratgongdina, og útlit eru fyri framstigum á heilsufrøðiliga økinum. Somuleiðis er nú avtalað, hvussu vit kunnu fara undir at betri handilsviðurskiftini millum Føroyar og Kina, sigur Høgni Hoydal, landsstýrismaður.
Landsstýrismaðurin vitjaði eisini í havnarbýnum Qingdao, har árliga sjógætisframsýningin China Fisheries and Seafood Expo er. Føroysku fyritøkurnar Bakkafrost, Varðin, Pelagos, Rainbow Seafood, Hiddenfjord og Landshandilin luttaka á framsýningini.
Í gjár skipaði sendistova Føroya í Kina fyri almennari móttøku. Umframt Høgna Hoydal, landsstýrismann, luttóku m.a. myndugleika- og vinnuumboð úr Føroyum og Kina. Sendistova Føroya í Beijing varð sett á stovn í 2019, og táverandi landsstýrismaður við uttanríkis- og vinnumálum, Poul Michelsen, tók stig til at seta sendistovu í Kina á stovn.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 26. oktober 2023
Talan er um tvær kvinnur úr Peru, sum høvdu fjalt kokain í sær tá tær komu við Norrønu í august
Fyri aðru ferð innan fyri ein mánað hevur Føroya Rættur sagt dóm í málið um smugling av stórari nøgd av kokaini.
Tvær kvinnur vóru mánadagin dømdar fimm ára fongsulsrevsing fyri at smugla kokain til Føroyar. Kvinnurnar, sum eru ávikavist 41 og 31 ár og ríkisborgarar í Peru, komu til Føroyar við Norrønu í august í ár. Kvinnurnar vóru tiknar til síðis til kanningar av tollvaldinum, og tað vísti seg, at onnur kvinnan hevði goymt kokain uppiá sær. Nærri kanningar vístu, at báðar kvinnurnar eisini smuglaðu kokain invortis. Samlaða vektin var umleið 794 gram.
Kvinnurnar hava verið varðhaldsfongslaðar, síðani tær komu til Føroya.
Kokain verður vanliga flokkað sum eitt serliga vandamikið rúsevni. Prísurin á gøtuni í Føroyum er áleið 1.800 til 2.000 krónur pr. gram. Gongdin í løtuni er tann, at Føroya Politi hevur alsamt fleiri mál, sum snúgva seg um serliga vandamikil rúsevni, serliga kokain.
Fleiri av teimum, sum smugla rúsevni til Føroya, eru útlendingar, sum annars ikki hava tilknýti til Føroya.
Av tí at talan var um umleið 800 gram av einum serliga vandamiklum rúsevni, legði ákæruvaldið upp til, at kvinnurnar skuldu revsast við fimm ára fongsulsrevsing, og at kvinnurnar harumframt skuldu útvísast úr Føroyum fyri alla tíð.
Ein samdur dómsmannarættur dømdi kvinnurnar fimm ára treytaleysa fongsulsrevsing. Kvinnurnar blivu samstundis útvístar fyri alla tíð. Rætturin konfiskseraði kokainið.
Verjarnir kærdu málið, men góðtóku, at kvinnurnar skulu verða varðhaldsfongslaðar til málið verður viðgjørt í Landsrættinum.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 23. oktober 2023
Setir fram uppskot um at seta loft á tøkugjaldið fyri aldan laks, sum verður brúktur í víðariframleiðslu
Sambandsflokkurin ger nú eina roynd at bjarga størvunum í alivinnuni, sum eru hótt orsaka av tøkugjaldinum til alivinnuna. Tað er serliga starvsfólkini á virkinum hjá Bakkafrost á Glyvrum, sum óttast fyri teirra støðu orsakað av tøkugjaldinum.
Sambandsflokkurin hevur nú mist trúnna upp á, at samgonguflokkarnir eru til reiðar at koma hesum fólkum á møti, og hevur tí lagt uppskot fyri tingið um broyting í løgtingslógini um loyvisgjøld á alivinnu.
Uppskotið snýr seg í stuttum um eitt undantak, sum ljóðar: “Fyri aldan laks, ið verður nýttur til víðari framleiðslu, eigur tøkugjaldið ongantíð at vera meira enn 7,5 prosent.”
Sambandsflokkurin sigur í tíðindaskrivi, at flokkurin við hesum vil tryggja, at tað framhaldandi skal loysa seg at meirvirka aldan laks í Føroyum. Flokkurin vísir á, at nýggi tøkugjaldsstigin, sum Løgtingið samtykti í mai í ár, er ein forðing fyri, at laksaúrdráttir verða meirvirkaðir, og tí er neyðugt at broyta lógina, við at seta eitt loft í tøkugjaldið fyri tann laksin, ið verður nýttur til víðari framleiðslu.
- Verður hetta ikki gjørt, er vandi fyri, at øll víðari framleiðsla dettur niðurfyri, og hundraðtals arbeiðsfólk missa arbeiði, sigur Sambandsflokkurin.
Ein rímiliga stórur partur av aliframleiðsluni í Føroyum er farin til sokallaðu VAP framleiðsluna. Hesir meirvirkaðu laksaúrdráttir verða seldir eftir langtíðarsáttmálum, ið vanliga galda í 3-12 mánaðir. Tí er tað avgerandi fyri, um vit framhaldandi kunnu hava eina meirvirking í føroysku alivinnuni, at fyri tann partin av laksaframleiðsluni, sum fer til meirvirking, verður ásett eitt loft í tøkugjaldinum.
- Hetta loftið skal bara vera galdandi fyri ta mongdina av framleiðsluni, ið verður brúkt til víðari framleiðslu, sigur Sambandsflokkurin.
Uppskotið hjá Sambandsflokkinum bleiv lagt fyri løgtingið á tingfundinum í gjár, og sambært skránni fyri komandi tingfundir, fer Løgtingið at hava fyrstu viðgerð av uppskotinum 7. november.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 25. oktober 2023
Strandalondini hava ásett hvussu nógv kann fiskast av svartkjafti, makreli og norðhavssild í 2024
Samráðingarnevndirnar hjá ES, Íslandi, Føroyum, Grønlandi, Noregi og Stórabretlandi eru komin ásamt um hvussu kvoturnar á makreli, svartkjafti og sild í Atlantshavi skulu umsitast í 2024.
Strandalondini eru samd um at áseta mest loyvdu veiðuna, TAC, á makreli til 739.386 tons. Hetta er í samsvari við tilráðingina hjá ICES, og er fimm prosent minni enn hægst loyvda veiðan í ár.
Fyri svartkjaftin samdust ES, Noreg, Føroyar, Ísland og Bretland um at áseta mest loyvdu veiðina til 1.529.754 tons, sum er ein hækking á 12,5 posent í mund til 2023.
Og fyri norðhavssildina varð mest loyvda veiðan í 2024 sett til 390.010 tons, sum er eina minking á 24 prosent í mun til í ár. Í hesum føri legði ES krav um at verða góðkent sum strandaland. Hetta krav byggir á skjalpróvførslu, sum vísir á at stovnurin eisini er at finna í ES-sjógvi.
Í øllum trimum førum er ásetta mest loyvda veiðan í tráð við ICES-tilráðingina.
Londini rokna við at vera komin ásamt um kvotabýtið millum partarnar sum skjótast, og í seinasta lagið fyrst í 2024.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 25. oktober 2023
Eingin læknaviðtala er eftir í Miðlon í Havn
Fleiri læknar eru fluttir niðan í nýumvældu læknahúsini í Berjabrekku í Havn.
Millum annað eru læknarnir Katrin Danielsen, Rúni Nólsøe og Sigrid Nónsgjógv fluttir niðan í Berjabrekku. Sostatt er eingin læknaviðtala eftir í Miðlon.
Harumframt er viðtalan hjá Ingu Maretu Joensen flutt niðan aftur í Berjabrekku, og frá 1. mars 2024 kemur Jón Roi Jacobsen eisini at starvast sum lækni í Berjabrekku.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 27. oktober 2023
Ulla Hansen og Kartin Lamhauge Hansen vórðu í dag vígd av borgarstjóranum í Nes kommunu
Í gjár, fríggjadagin, vórðu Ulla Hansen og Kartin Lamhauge Hansen vígd á kommunuskrivstovuni á Toftum. Tað var borgarstjórin í Nes kommunu, Súni í Hjøllum, sum vígdi parið.
Hetta er fyrstu ferð, at eina vígsla fór fram á kommunuskrivstovuni á Toftum.
Tá ið Nes kommuna í vár tók við býarheitinum, fekk borgarstjórin samstundis vígslumyndugleika. Fyrsta vígslan, sum borgarstjórin skipaði, var í salinum, Nebo, 18. mars.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 27. oktober 2023
Endamálið við Slaktinum er at seta sjóneykuna á dýrabara tilfeingið, sum vit føroyingar fáa frá jørðini
Hundraðtals havnarfólk høvdu leygardagin leitað sær í miðbýin í høvuðsstaðnum til stórt barna- og familjutiltak á Vaglinum, har børn, ung og vaksin sóu, hvussu seyður og ney blíva til kjøt.
Á Slaktinum fáa børnini eina greiða fatan av lívsleiðini hjá kjøtinum - líka frá náttúruni til borðiskin. Fimm seyðir og ein kúgv vórðu flett og var svínoyarprestur, Heri Joensen, frásøgumaður.
Eisini gjørdu kokkar spennandi og ókeypis smakkiroyndir.
Dagurin endaði við uppboðssølu.
Myndir: Jan Müller
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 22. oktober 2023
Tvey ár í Grønlandi bleiv til trý
Michelin-matstovan Koks heldur fram í Grønlandi. Hesum boðaði matstovan frá í vikuni.
Matstovan, sum í nøkur ár annars helt til Frammi við Gjónna, flutti í 2022 til grønlendsku bygdina Ilimanaq, og skuldi eftir ætlan koma aftur til Føroya í 2024 ella 2025.
Tað verður so ikki í 2024, tí nú er greitt, at Koks verður í øllum førum eitt ár afturat í Ilimanaq.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 27. oktober 2023
Fekk heiðursmerki í sambandi við stóru konsertina við Orphei Dränger um vikuskiftið
Leygarkvøldið varð kórleikarin og tónleikarin Bjarni Restorff heiðraður við serliga gullheiðursmerkinum hjá Tórshavnar kommun. Hetta varð gjørt eftir stóru konsertina í Norðurlandahúsinum við Tórshavnar Manskóri og navnfræma svenska manskorinum Orphei Dränger, sum hevur vitjað í Føroyum um vikuskiftið.
Serliga gullheiðursmerkið hjá Tórshavnar kommunu kann latast borgara, sum í virki sínum á serligan hátt hevur slóðað fyri og verið góð fyrimynd fyri onnur.
Bjarni Restorff, sum var við til at stovna Tórshavnar Manskór, og hevur stjórnað kórinum á óteljandi framførslum síðani, varð heiðraður fyri drúgvt og slóðbrótandi íkast til tónleika- og mentanarlívið í Havn.
Tað var Heðin Mortensen, borgarstjóri, sum handaði Bjarna Restorff gullheiðursmerkið eftir konsertina leygarkvøldið.
Í grundgevingini, sum nevndin, ið innstillar borgarar til hendan serliga heiður, hevur skrivað, stendur:
"Hoyrir tú Bjarna Restorff nevndan, hugsar tú tónleik. Og tú hugsar Tórshavnar Manskór.
Sum tónleikalærari á Tórshavnar Musikkskúla og kórleiðari í mongum høpum, hevur hann verið eyðsýndur seinastu mongu árini. Bjarni Restorff hevur stjórnað mongum føroyskum kórum, millum annað felagskóri á ólavsøku og kórinum til árligu nýggjárskonsert Føroya Symfoniorkesturs.
Tó mann Tórshavnar Manskór – ið hann sjálvur stovnaði miðskeiðis í áttatiárunum – vera hansara lívsverk. Saman við Tórshavnar Manskóri hevur hann, ótroyttiligur, ríkað borgaran í Tórshavnar kommunu við ógloymandi framførslum og verið á uttanlandsferðum og vunnið heiðurslønir.
Sum tónaskald hevur hann skrivað fleiri verk fyri kór og óteljandi útsetingar fyri kór. Eisini hevur hann skrivað tónleik fyri orkestur – sum vit millum annað hoyrdu dømi um fyri fáum vikum síðan, tá hann við støði í tónleikaverki eftir Williami Heinesen hevði lagt til rættis ‘Norsku løvu’ fyri symfoniorkestur.
Fyri eyðmýkt og nærlagni, og fyri drúgt og slóðbrótandi íkast til tónleika- og mentanarlívið í Havn, verður Bjarni Restorff heiðraður við Gullheiðursmerki Tórshavnar býráðs."
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 23. oktober 2023
Stórur dagur í Funningi leygardagim, tá standmynd varð avdúkað
Leygardagin var stórur dagur í Funningi, tá standmynd av Grími Kamban varð avdúkað.
Grímur Kamban sigst at vera fyrsti landnámsmaðurin, og hann skal vera komin til Føroya umleið ár 825, og at hann lendi í Funningi.
Á heysti í 2020 tók Bygdarfelagið í Funningi avgerð um at skipa eina nevnd, sum skuldi standa fyri verkætlan, ið hevði til endamáls at varpa ljós á Funning sum landnámsbygd og at varðveita søgnina um Grím Kamban.
Listamaðurin Hans Pauli Olsen hevur staðið fyri listaverkinum og evnað bronsumyndirnar. Grótvirkið í Skopun hevur evnað klettarnar úr basalti, meðan Høgni Kastalag frá FuglArk hevur sniðgivið lendið.
Myndirnar hevur Runavíkar kommuna tikið
Elsa Funding, fyrrv. sóknarprestur, og Tórbjørn Jacobsen, borgarstjóri
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 23. oktober 2023
Samstarvi við norðurmakedonska forlagið Prozart er eitt úrslit av luttøku á stóru bókamessuni í Frankfurt
Søgurnar um Ludda og Lundisu hjá Vár Berghamar Jacobsen kunnu nú upplivast á norðurmakedonskum máli.
Tað skrivar Bókadeild Føroya Lærarafelags á Facebookvanga sínum.
Bókadeildin var í farnu viku á stóru bókamessuni í Frankfurt í Týsklandi. Eitt av endamálunum við at luttaka á bókamessum er at røkja og skapa sambond við forløg í øðrum londum.
Eitt av nýggjaru sambondunum er við norðurmakedonska forlagið Prozart, sum júst hevur givið Ludda og Lundisu út. Á myndini sæst Dejan Trajkoski, stjóri í Prozart, í básinum hjá FarLit í Frankfurt við bókini á føroyskum og norðurmakedónskum. Dejan sigur soleiðis um bókina:
- Luddi og Lundisa er ein fjálg søga um vinalag. Eg fegnist um, at børn í Norðurmakedonia fáa møguleikan at kenna dýrgripirnar í hesi fantastisku myndabók og eisini læra um elskuligar og gellutar lundapisur!
Hetta er fyrsta føroyska bókin, sum Prozart gevur út, men forlagið hevur ætlanir um at útgeva allar fýra bøkurnar í røðini um Ludda og Lundisu. Vár Berghamar Jacobsen hevur skrivað, Delia Ciccarelli hevur myndprýtt, og Bókadeildin hevur givið bøkurnar út. Tann fyrsta bókin, Luddi og Lundisa, kom í 2018.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 24. oktober 2023
Tvey serstøk frímerki, umframt fleiri, ið snúgva seg um jólini. Frímerkjaútgávurnar fevna um mentan, blómur og einglar, umframt jólamerkini
Nýggju frímerkjaútgávurnar fevna um mentan, blómur og einglar. Harumframt eru jólavørurnar eisini klárar: jólamerki, árbók og ársmappan, sum inniheldur øll ársins frímerki.
SALT – Sound Art Live Theatre
Mentanarhúsið SALT líkist ikki øðrum mentanarhúsum. Hugtakandi bygningurin frá 1938 er endurreistur til ein nútímans mentanarbygning, sum skapar karmar um eitt ríkt og virkið mentanarlív í Suðuroy.
Myndirnar hevur Fotostudio tikið
Hvít nykurt
Her á landi veksur einastandandi vakra hvíta nykurtin bert í Nykutjørn á Sandoynni, har hon varð sett niður mitt í 1970unum. Sjáldsama blóman kann verða upp til 20 sentimetrar í tvørmáti, og hjartaformaðu bløðini eru upp til 30 sentimetrar í tvørmáti.
Bæði blóman og bløðini flóta oman á vatninum. Astrid Andreasen teknaði vøkru nykurtina.
Einglar
Einglarnir boða frá, at jólini eru í nánd; vit seta ferðina niður og fara undir at gera klárt til jóla. Vøkru, handgjørdu einglarnir á frímerkjunum eru framleiddir á Dagtilhaldinum Fragdini og á Verkhúsinum Virkni.
Tað liggur eitt stórt arbeiði aftan fyri hvønn eingil, har hvør borgari ger sín part. Ein framleiðir kroppin, ein annar veingirnar, ein triði gloriuna og so framvegis. Eingilin er sostatt ein ímynd av, hvussu menniskju við ymiskum førleikum kunnu arbeiða saman og mennast í felag. Ongin megnar alt, øll megna okkurt – saman megna vit nógv.
Jólamerkini
Jólamerkjagrunnurin hevur stuðlað børnum og ungum síðan 1976, og hvørja ferð tú keypir eitt jólamerki fer vinningurin til verkætlanir til frama fyri børn og ung.
”Ár um ár kemur eingil jólafriðarins og minnir á, at sjálvt í kaldastu tíðum eru hitin og ævigi friðurin frá kærleika og samkenslu í hjørtum okkara. Rundan um eingilin er ein riðil av hvítum dúgvum – ímyndin av reinleika, vón og vælvild. Hann kemur við kærleika og friðsælu henda jólaaftan,” sigur Jonna Ljósá, listakvinna, sum hevur sniðgivið ársins jólamerki.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 24. oktober 2023
Hátíðarhald var í høllini á Drelnesi mánadagin í sambandi við útgávuna
Mánadagin 23. oktober var hátíðarhildið, at Posta heiðrar SALT við frímerkjaútgávu.
Talan er um tvey frímerki, eitt á virði 21 krónur, og eitt á virði 61 krónur.
– Slíkar útgávur eru ikki á hvørjum degi, og má hetta sigast at vera ein viðurkenning av SALT sum einum av mentanarmiðdeplunum í Føroyum, skrivar SALT í tíðinsaskrivi.
– Ein frímerkjaútgáva merkir eisini, at kunning um SALT verður borin út um allan heim, á sjey ymiskum málum: Føroyskum, donskum, enskum, týskum, fronskum, sponskum og kinverskum.
Á hátíðarhaldinum undirhelt Tvøroyrar hornorkestur við tónleiki, og Ingun Nolsøe Olsen frá Posa hugleiddi um post og frímerki.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 21. oktober 2023
Listasavn Føroya hýsir listaframsýning við Ole Wich, ið fyllir 70 í ár
Í gjár llat ‘støkk-upp’-framsýningin “retrOWspektIv - Ole Wich sambært Goodiepal” við listaverkum eftir Ole Wich upp á Listasavni Føroya.
“Mit foretrukne udstillingslokale er dit kranie” – soleiðis sigur listamaðurin Ole Wich, sum í ár fyllir 70. Hann hevur seinastu 35 árini verið ein virkin listamaður á føroyska listapallinum.
Sitatið omanfyri sigur ikki sørt um hvussu listamaðurin arbeiðir og hugsar. Verkini hjá Ole Wich fevna breitt, tá man hyggur at tilfari og úttrykki. Men onkursvegna er ein reyður tráður í tilgongdini og í evnunum, hann viðger. Flestu verkini eru eyðkend við at vera konseptuell og hava røtur í avantgarde listini. Í konseptlist er tað hugskotið ella konseptið handan listaverkið, sum hevur størstan týdning, meðan avantgarde listin er kend fyri at vera framfús og slóðbrótandi, tí hon bjóðar verandi hugtøkum, formum og skipanum av.
Ole Wich var í farnu viku heiðraður við Sømdargávu landsins fyri útint listarligt avrik (Mynd: Sverri Egholm)
Ole Wich hevur arbeitt nógv við at viðgera samfelagslig viðurskifti gjøgnum listina, og hesi verk eggja bæði til samrøður og stundum kjak. Tað eru evni sum nationalisma, rúmligheit og náttúrufyrisiting í Føroyum, sum ganga aftur í listini hjá Ole Wich. Eisini eru verk, ið viðgera føroyska listapallin og listina sum miðil. Á konseptuellan hátt skapar Ole Wich listaverk, ið bjóða okkara fatan av veruleikanum av. Gjøgnum listina miðlar hann beinrakin og áhugaverd sjónarhorn, sum seta tankar í gongd - og sostatt fær listamaðurin atongd til ‘skallan’ á okkum. At brúka listina til at viðgerða samfelagslig evni og rák, gevur eitt øðrvísi útgangsstøði fyri samrøðum og nýggjum sjónarhornum - og tað skal til viðhvørt!
Ole Wich hevur bjóðað fjøllistamanninum Goodiepal at velja út verk til framsýningina, ið tískil ber heiti “retrOWspektIv – Ole Wich sambært Goodiepal”.
Í sambandi við 70-ára dagin hevur Ole Wich savnað øll síni verk í nýggju bókini “Autobiografisk oeuvre – frem til 2023”. Í bókini eru bæði myndir og tekstur til verkini, ið listamaðurin hevur skrivað. Bókin verður løgd fram til upplatingina og fæst til keyps á Listasavni Føroya.
Framsýningin letur upp á Listasavni Føroya seinnapartin fríggjadagin, tá listamaðurin sjálvur fer at siga nøkur orð, og Goodipal spæla tónleik.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 24. oktober 2023
Bretskir, írskir og amerikanskir fólkatónar á skránni hjá 101 ára gamla harmoniorkestrinum
Í dag klokkan 17 spælir Harmoniorkestrið GHM heystkonsert í Hátúni í Tórshavnar Musikkskúla.
Skráin hóskar væl til bæði árstíðina og fjølmentanarvikuna við flottum útsetingum av bretskum, írskum og amerikanskum fólkatónum. At hoyra verða løg sum “Scarborough Fair”, “My bonny boy”, “Highland Cathedral” og onnur. Eisini fer ein minni bólkur av træblásarum úr orkestrinum at framføra eitt verk.
Harmoniorkestrið GHM hátíðarhelt í fjør 100-ára stovningardag. Orkestrið savnaði yvir 100 GHM’arar til at spæla á stórari konsert. Fleiri av hesum høvdu ikki nortið sítt ljóðførið í fleiri áratíggju, men tónleikurin og ikki minst samveran endurkveikti hugin, og nógv teirra eru nú fastir limir í orkestrinum aftur.
Orkestrið telur í dag umleið 40 spælarar, og tað er Maria Wang Reinert, sum stjórnar.
Konsertin seinnapartin er ókeypis, men høvi verður at stuðla orkestrinum, sum savnar pening inn til at keypa ljóðføri og til eina ferð at vitja Bornholm – føðistað Bakar Hansens, sum orkestrið er uppkallað eftir (Georg Hansens Minni).
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 24. oktober 2023
Skotska orkufyritøkan SSE Renewables, sum er stigtakari til stóru vindorkuútbyggingina í Hetlandi, er í uppskoti til at fáa heiðursløn fyri burðardygd í sambandi við grøna orkuskiftið
Stóra vindorkuútbyggingin í Hetlandi hevur fingið bæði rís og rós. Rís fyri ikki at hava tikið lokala búskapin nóg nógv við í samlaðu verkætlanina og rós fyri at hava tryggjað borgarunum í lítla oyggjasamfelagnum streym í framtíðini.
Nú er fyritøkan aftan fyri verkætlanina, skotska SSE Renewables í uppskoti til at fáa prís fyri væleydnaða burðardygd og fyri at hava tikið atlit til lokalsamfelagið eisini í sambandi við stóru útbyggingina av varandi orku. Tilsamans 103 vindmyllur verða settar upp í Hetlandi, ið skulu tryggja oyggjasamfelagnum streym komandi árini.
Tað er almenni orkumyndugleikin í Skotlandi, Scottish Renewables, sum tekur stig til at lata prísir fyri best væleydnaðu orkuútbyggingarnar í Skotlandi. Hann letur virðislønir til feløg, einstaklingar og verkætlanir, sum hava gingið undan og hava gjørt ein mun í sambandi við heilsu, vælferð og vælveru og trivnaðí sambandi við grøna orkuskiftið í øllum Skotlandi.
David McGinty, umhvørvisleiðari á Viking Energy Wind Farm, sigur, at tað er eitt veruligt herðaklapp til hesa stóru vindorkuútbyggingina í Hetlandi at verða í uppskoti til tveir prísir.
- Vit síggja longu úrslitið av at hava varðveitt og endurbygt torvteigarnar. Hetta arbeiðið byrjaði í 2021 og heldur fram í 2024. Júst aldargomlu torvteigarnir hava alstóran týdning fyri Hetland og hevur hædd tí eisini verið tikin fyri teimum, tá vegir eru gjørdir og vindmyllur settar upp.
Umleið helvtin at Hetlandi er dekkað við torvi og verður júst torvið mett sum ein tann týdningarmesta vistfrøðiskipanin í øllum heiminum. Torvið hevur eisini alstóran týdning fyri grøna orkuskiftið, nú tað goymir CO2 og hevur uppaftur størri týdning fyri veðurlagið enn regnskógir kring heimin. So hetlendska torvið og nú eisini mongu vindmyllurnar gera sítt fyri at verja veðurlagið. Og hetta er nakað, sum fyritøkan aftanfyri vindmylnulundina Viking í Hetlandi hevur lagt seg eftir.
Kelda: Shetland Times
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 21. oktober 2023
Avkastið í norska oljugrunninum var minus 374 milliardir norskar krónur í triðja ársfjórðingi. Orsøkin er ein veikur partabrævamarknaður, serstakliga innan tøknivinnuna
Nógv av partabrøvunum hjá Oljugrunninum eru í í feløgum sum Apple, Microsoft, Alphabet, Amazon og Facenbook. Virðið á Oljugrunninum minkaði við 499 milliardum krónum í triðja ársfjórðingi. Samlaða virðið á grunninum var 14.801 milliardir krónur. Grunnurin hevur 70,6 prosent í partabrøvum, 2,2 prosent í rentubrøvum, 2,2 í ognum og 0,1 prosent í undirstøðukervi fyri varandi orku so sum havvind, vind á landi og sólorku.
Eisini lækkandi krónuvirðið ávirkar virðið av grunninum eins og poltikkurin hjá stjórnini.
Norska stjórnin fær stórar inntøkur frá olju og gassi í løtuni. Tað, sum ikki verður brúkt á fíggjarlógini, verður flutt til grunnin. Stjórin setti 139 milliardir krónur í grunnin í triðja ársfjórðingi.
Virðið á Oljugrunninum var við ársbyrjan 12.400 milliardir krónur, men hækkaði skjótt til 14.000 milliardir krónur. Í mai varð virðið 15.000 miliardir, og hevur síðani verið áleið hesa upphæddina.
Gongdin í Oljugrunninum er sera týdningarmikil fyri norska statin. Semja er um at brúka í mesta lagi 3 prosent av virðinum av grunninum um árið.
Komandi ár fer norski staturin at brúka 410 milliardir krónur úr Oljugrunninum. Tað er umleið 2,7 prosent av væntaða virðinum á nýggjárinum. Leiðslan í grunninum hevur annars ávarað um, at virðið av grunninum kann minka við 40 prosentum.
Annars hevði grunnurin eitt avkast uppá 10 prosent teir fyrstu seks mánaðirnar ella umleið 1.501 milliardir krónur, skrivar E24 sambært kunning frá Oljugrunninum.
Keldur: NRK, E24 og norski Oljugrunnurin
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 24. oktober 2023
Verjumálaráðharrin, Troels Lund Poulsen og Stephanie Lose, næstforkvinna, yvirtaka leiðsluna av Vinstra, inntil nýtt forfólk verður funnið
Jakob Ellemann-Jensen leggur frá sær sum formaður í Vinstra og er givin fullkomiliga í donskum politikki.
Tað boðaði hann frá á tíðindafundi á Christiansborg mánamorgunin.
– Eg fari úr fólkatinginum í dag. Eg gevist fullkomiliga í donskum politikki í dag. Eg meldi meg ikki inn í ein annan flokk. Eg meldi meg úr politikki. Eg meldi meg ikki úr Vinstra, segði hann.
Verjumálaráðharrin, Troels Lund Poulsen og Stephanie Lose, næstforkvinna, yvirtaka leiðsluna av flokkinum, inntil nýtt forfólk verður funnið á næsta landsfundinum hjá flokkinum. Troels Lund Poulsen heldur fram sum verjumálaráðharri, og verður virkandi búskaparmálaráðharri.
Jakob Ellemann-Jensen, sum yvirtók formanssessin í Vinstra frá Lars Løkke Rasmussen í 2019, varð fyrr í ár sjúkrameldaður í hálvt ár vegna strongd, men hann fór aftur til arbeiðis 1. august. Meðan hann var burturstaddur, vóru tað eisini Troels Lund Poulsen og Stephanie Lose, sum tóku sær av uppgávum hansara.
Sambært DR, hevur Vinstra minst nógva undirtøku, síðan Jakob Ellemann-Jensen bleiv formaður í flokkinum.
Í fyrstu veljarakanning, sum varð gjørd eftir formansskriftið í 2019, stóð Vinstra til at fáa undirtøku frá 24,6 prosent av veljarunum. Á fólkatingsvalinum í 2022, fekk Vinstra 13,3 prosent av atkvøðunum, og eftir hetta tók Vinstra við Jakob Ellemann-Jensen á odda søguligu avgerðina um at skipa stjórn saman við danska javnaðarflokkinum og Moderaterne, hóast hann undir valinum hevði víst aftur, at hann fór at skipa stjórn við flokkinum hjá Mette Frederiksen.
Í seinastu veljarakanningini frá 3. oktober, fekk Vinstra bert undirtøku frá 8,7 prosent av veljarunum.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 23. oktober 2023
Trý mál og trý stig á Tórsvølli. KÍ er nú væl við í Conference League bólkinum eftir sigurin á Olimpia Ljubljana
KÍ hevur enn einaferð skrivað føroyska fótbóltssøgu. 5. oktober fingu trýfaldu føroyameistararnir fyrsta føroyska stigið í einum evropeiskum bólkaspælsdysti, tá franska felagið Lille vitjaði. Hóskvøldið gjørdi liðið hjá Magna Hoseth bart móti Olimpia Ljubljana úr Slovenia.
Slovensku meistararnir høvdu ein stóran møguleika í 3. minutti, sum málverjin Nils Jonatahan Johansson vardi væl fyri, og eina vandamikla støðu beint fyri steðgin. Annars hevði KÍ fult tamarhald á dystinum so at siga allan vegin.
René Shaki Joensen og Páll Andrasson Klettskarð skoraðu flott mál fyri steðgin, og í 54. minutti so at siga avgjørdi Jákup Biskopstø Andreasen dystin.
Liðformaðurin stútaði bóltin í Ljubljana-málið eftir gott horna frá Árna Frederiksberg úr vinstru, og so kókaði aftur á Tórsvølli, har tað ikki vóru heilt nógvir áskoðarar, men har KÍ-fjøldin veruliga gjørdi vart við seg.
Rene Shaki til 1-0
Páll Klettskarð til 2-0
Og Jákup Biskopstø Andreasen til 3-0 (Myndir: Sverri Egholm)
Tað hevur KÍ av álvara eisini. Níggjundi heimadystur á rað í Evropa uttan tap, og aftur varð málið hildið reint. KÍ koyrdi sigurin trygt heim síðstu 35 minuttirnar ella so, og liggur nú væl fyri í bólkinum: Trý mál, trý stig og 3,7 milliónir í kassan.
Næsta uppgávu er í Ljubljana 9. november.
UEFA Europa Conference League Bólkur A - 3. umfar
Hóskvøldið 26. oktober á Tórsvølli
KÍ - Olimpija Ljubljana 3-0 (2-0)
30' René Shaki Joensen (Árni Frederiksberg) 1-0
44' Páll Andrasson Klettskarð (Jóannes Kalsø Danielsen) 2-0
54' Jákup Biskopstø Andreasen (Árni Frederiksberg) 3-0
KÍ (5-4-1/3-4-3): Nils Jonathan Johansson - Jóannes Kalsø Danielsen (83' Mads Boe Mikkelsen), Deni Pavlovic (62'Hallur Hansson), Heini Vatnsdal (72'Børge Petersen), Vegard Forren, Patrick Da Silva (62' Claes Phillip Kronberg) - Árni Frederiksberg, Luc Kassi, Jákup Biskopstø Andreasen (L), René Shaki Joensen - Páll Andrasson Klettskarð (72' Sivert Gussiås)
Lille - Slovan Bratislava 2-1 (0-1)
Støðan í bólkinum eftir trý umfør:
1. LOSC Lille 7 stig
2. Slovan Bratislava 6 stig
3. KÍ 4 stig
4. Olimpija Ljubljana 0 stig
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 26. oktober 2023
Tað verður ikki lætt, men um KÍ eisini vinnur útidystin móti Ljubljana, so kann gerast talan um eitt slag av "finalu" um 2. plássið, tá Slovan Bratislava vitjar Tórsvølli 30. november
- Vit ætla okkum víðari úr bólkinum.
Hetta hevur verið niðurstøðan og málið hjá Magna Hoseth, venjara, og spælarum hansara, frá áðrenn bólkaspælið byrjað.
KÍ vann sannførandi á slovensku meistarunum á Tórvølli. 3-0 sigurin á Olimpija Ljubljana ger, at KÍ nú er tvey stig frá Slovan Bratislava og 2. plássinum. Málúrttøkan hjá føroyameistarunum er betri enn tann hjá Slovan, sum tapti 2-1 á útivølli móti Lille.
Støðan í bólkinum eftir trý umfør:
1.LOSC Lille 7 stig (+2)
2. Slovan Bratislava 6 stig (+1)
3. KÍ 4 stig (+2)
4. Olimpija Ljubljana 0 stig (-6)
Tvey tey fremstu liðini eftir seks umfør koma víðari. Næsta umfar er 9. november, tá KÍ spælir móti Olimpija Ljubljana á útivølli, meðan Lille skal ein túr til Bratislava.
Franska liðið legði seg á odda í bólkinum hósdagin, og um favorittarnir at vinna hann vinna ella íhvussu er fáa stig í Bratislava 9. november, so er lagt upp til brak um 2. plássið millum KÍ og Slovan.
KÍ spælir í Ljubljana um 12 dagar, og hóast tað tað kann væntast at verða strævið á grsasinum og við einum helst sterkari Ljubljana-avriki, so burdi verið góður møguleiki hjá KÍ at fáa stig aftur.
Besta framtíðarmyndin hjá føroyska liðnum er ein endurtøka: At tað aftur eydnast at vinna á Olimpija Ljubljana, og at Lille vinnur í Bratislava. Í so fall fer KÍ frammum slovakisku meistararnar, og kann í roynd og veru spæla seg víðari í næstseinasta umfari. Tá vitjar Slovan á Tórsvølli.
KÍ-fjøldin var mælsk og gjørdi heilt víst mun. Vónandi vera tó fleiri áskoðarar til dystin móti Slovan, sum kann gerast lykladystur (Myndir: Sverri Egholm)
Í øllum førum kann staðfestast, at KÍ er væl við eftir at helmingurin av bólkaspælinum er farin.
Afturat sjálvum stigunum, gjørdi sigurin hjá KÍ, at felagið og føroysk feløg sum heild helst verða betri stillað í evropeiskum kappingum framyvir. Umframt hetta stillar 3-0 sigurin felagið úr Klaksvík í uppaftur betri støðu fíggjarliga: Inntøkan frá sjálvum úrslitinum var 3,7 milliónir krónur.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 27. oktober 2023
Mál nummar níggju hjá 9'arinum hjá KÍ var serstakt: Tað var ógvuliga flott, tað kom í bólkaspælsdysti og tað ger, at Páll Andrasson Klettskarð nú hevur javnsett flest mál fyri føroyskt felag í Evropa
Vinstri fóturin darvaði Páll Andrasson Klettskarð so at siga alt summarið og út í september, men í kvøld økti 33-ára gamli klaksvíkingurin við júst hesum vinstra fótinum til 2-0 eftir góðar dribblingar. Hetta var eitt av trimum málium í flotta og søguliga sigrinum hjá KÍ.
Hann dribblaði...
...fekk pláss og setti vinstra fótin á
og so kundu Páll Andrasson Klettskarð og hinir fegnast (Mynd: Sverri Egholm)
Málið var nummar níggju hjá Pálli í evropeiskum fótbólti. Levi Hansson skoraði frá 2012 til og við 2015 níggju mál fyri EB/Streym og HB og hevur harvið havt metið sjálvur í átta ár.
Nú eru teir báðir javnsettur. Levi spældi 24 evropeiskar dystir samanlagt. Páll Andrasson Klettskarð hevur nú spælt 27 evropeiskar dystir - allar fyri barndómsfelagið KÍ.
Sigast skal, at Klæmint Andrasson Olsen er komin á 10 evropeiskt mál. Trý tey seinastu hevur rituvíkingurin tó skorað fyri íslendska Breiðablik, sum í vikuni tapti stórt í bólkaspælinum. Harvið eru Levi og Páll teir mest skorandi fyri føroysk feløg í evropeiskum dystum, meðan Klæmint er tann føroyingurin við flest evropeiskum málum samanlagt.
Páll Klettskarð hevur møguleika at økja um talið í november og desember.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 26. oktober 2023
Aserbadjan skoraði við beinleiðis frísparki og síðani tíðliga í 2. hálvleiki við hornasparki. Sunniva Willemoes minkaði við stútara, men føroyska kvinnulandsliðið hevur framvegis fyrsta stigið til góðar í Nations League
Triði dysturin hjá føroyska kvinnulandsliðnum í fótbólti í hesari fyrstu Nations League-kappingini varð spældur við Djúpumýru fríggjadagin. Tað eydnaðist at koma á máltalvuna, men ikki at fáa stig, sum málið annars heilt víst var.
Føroyar byrjaðu betri, og longu í fyrsta álopinum kom Jensa Kannuberg Tórolvsdóttir í góða støðu, har skotið tó fór framvið. Til tíðir fluttu føroysku kvinnurnar bóltin væl, men stóru málmøguleikarnir manglaðu.
Útiliðið tyktiskt ikki at trívast á graslíkinum og í kuldanum í Klaksvík fyrstu løtuna. So líðandi tók Aserbadjan tó yvir, og fekk trýst Føroyar eitt sindur aftur. Í 30. minutti var fríspark á brotsteigarmarkinum, sum Kristina Bakaramdze hegnisliga sendi upp um múrin og Óluvu Allansdóttir Joensen í málinum.
Tað var nær við at gerast 0-2 áðrenn steðgin, og fimm minuttir inn í 2. hálvleik eydnaðist útiliðnum at økja. Eftir hornaspark ruddaðu Føroyar ikki nóg langt burtur, og skotið hjá verjuspælaraum Manu Mollayeva sníkti seg innum nærmaru stongini.
Nú var mótbrekka hjá Føroyum, ið ikki høvdu skorað í teimum fyrstu fimm hálvleikunum í kappingini. Gjøgnum hálvleikinum komu okkara tó í nakrar skotstøður, og eftir 82 minuttir fingu Føroyar minkað um munin. Tórunn Højgaard Joensen, ið byrjaði fyri leikbannaðu Áslu Johannesen, sendi gott horna inn úr høgru, og mitt fyri málið var Sunniva Willemoes Dal Christiansen hægst, og stútaði bóltin í málið.
Føroyskur fagnaður eftir 1-2 málið sum var tað fyrsta í Nations League-kappingini (Myndir: Sverri Egholm)
19-ára gamla Sunniva Willemoes úr HB skoraði sítt fyrsta landsliðsmál - tíverri var tað ikki nóg mikið til føroyskt stig. Okkara royndu at leggja trýst á, og í yvirtíðini fekk Eyðvør Klakstein ein góðan møguleika. Tað endaði tó 1-2: Triðja eitt-máls tapið í eins nógvum dystum.
Føroyska liðið skal royna at byggja uppá og fáa stig móti Kýpros á Tórsvølli týskvøldið.
Nations League, Deild C - bólkur 3
3. umfar, fríggjadagin 27. oktober
Føroyar - Aserbadjan 1-2
30' Kristina Bakaramdze 0-1
50' Mana Mollayeva 0-2
83' Sunniva Willemoes Dal Christiansen (Tórunn Højgaard Joensen) 1-2
Føroyar (4-5-1): Óluva Allandsdóttir Joensen - Julia Naomi Mortensen, Sara Samson Lamhauge, Birita Ryan (L), Tórunn Højgaard Joensen - Rúna Jacobsen (60' Fridrikka Maria Clementsen), Heidi Sevdal (78' Tóra Mohr), Eyðvør Klakstein, Jensa Kannuberg Tórlolvsdóttir (79' Mona Rasmusdóttir) - Malena Olsen (60' Rebekka Fjallsá Benbakoura)
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 27. oktober 2023
B68 vendi 0-2 til 2-2 seinastu løtuna móti AB, og í yvirtíðini avgjørdi Karl Løkin dramatiska botnbrakið í Fuglafirði við brotssparki
Fult umfar í Betrideildini sunnudagin, og tað gjørdist á ongan hátt óáhugavert.
Eitt er evropeiska stríðið. Har er einki avgjørt áðrenn seinasta umfar. Hetta er greitt eftir sigrarnar hjá HB og Víkingi og javnleikin í Gundadali millum B36 og KÍ. HB vann 2-0 á 07 Vestur, og formsterku víkingarnir skoraðu heili átta mál í 2. hálvleiki móti EB/Streymi. Tað endaði málleyst millum B36 og føroyameistararnir - KÍ.
Talan gjørdist um ógvuliga dramatiskan dag í botnstríðnum. AB var á veg at fáa trý ógvuliga týdningarmiklan sigur eftir góðan 1. hálvleik í viðvindinum á Svangaskarði. Tíggju minuttir fyri hálvleik kom leiðslumálið nakað heppið - men eftir góða atgerð frá Ragnari Skála - og í 42. minutti økti Teitur Olsen við dreymahøggi.
B68 satsaði tó seinna helmingin av 2. hálvleiki, og skoraði tvey mál innan fýra minuttir - tað seinna gjørdi argjamaðurin Alex Mellemgaard. Síðani vóru bæði liðini nær við at avgera, men tað endaði 2-2.
Í Fuglafirði stríddust ÍF og TB hart um virðismiklu stigini (Myndir: Sverri Egholm)
Hetta merkir, at AB nú er niðri. Fýra stig eru upp til ÍF, tí í Fuglafirði skoraði heimaliðið í yvirtíðini. Bæði liðini høvdu lagt ógvuliga nógv fyri í rótuta botnbrakinum og havt góðar møguleikar - serliga eftir steðgin. TB kundi avgjørt, men tað sást, hví liðið ikki hevur vunnið eftir summarsteðgin og bert skorað fýra mál. Eitt mál varð kolldømt fyri rangstøðu leygardagin.
Í yvirtíðini blokeraði Markus Thorberg skot hjá Jhon Mena við hondini. ÍF misnýtti brotsspark í málleysa javnleikinum móti EB/Streymi seinast, men liðformaðurin Karl Løkin var púra tryggur úr ellivu metrum í 94. minutti. Ovurfegnir fuglfirðingar nú plássið í Betrideildini 2024 er nær við at verða tryggjað eftir triðja sigurin á TB í ár. TB kann tó framvegis yvirhála ÍF: Til tað krevst ein sigur á 07 Vestur í síðsta umfari, og at ÍF ikki fær stig móti B68.
Karl var ísakaldur í sínum Betrideildardysti nummar 300 og smekkaði bóltin mitt í málið í 93. minutti, og so kundi fagnaðurin av álvara byrja á teimum í reyðum í Fløtugerði (Myndir: Sverri Egholm)
26. og næstseinasta umfar í Betrideildini
Sunnudagin 22. oktober
ÍF - TB 1-0 (0-0)
90 (+3)' 1-0 Karl Ábrahamsson Løkin 1-0, br. (Jhon Mena)
B68 - AB 2-2 (0-2)
36' Sjálvmál (Ragnar Skála) 0-1
42' Teitur Debes Olsen 0-2
76' Villiam Emil Klein 1-2
79' Alex Mellemgaard (Bárður Ólavsson Jensen) 2-2
B36 - KÍ (0-0)
HB - 07 Vestur 2-0 (1-0)
40' Mathias Præst Nielsen (Hanus Sørensen) 1-0
54' Áki Debes Samuelsen (Ári Mohr Jónsson) 2-0
Víkingur - EB/Streymur 8-0 (0-0)
53' Olaf Bárðarson 1-0
58' Olaf Bárðarson 2-0
61' Ingi Jonhardsson (Olaf Bárðarson) 3-0
66' Sølvi Vatnhamar 4-0
70' Jákup Johansen (Ingi Jonhardsson) 5-0
75' Sølvi Vatnhamar (Ari Olsen) 6-0
76' Sølvi Vatnhamar (Finnur Justinussen) 7-0
81' Sølvi Vatnhamar 8-0
Støðan
1. KÍ 67 stig
2. Víkingur 57 stig
3. B36 57 stig
4. HB 55 stig
5. 07 Vestur 37 stig
6. EB/Streymur 25 stig
7. B68 22 stig
8. ÍF 19 stig
9. TB 16 stig
10. AB 15 stig
Seinasta umfar, sunnudagin kl. 15:
EB/Streymur - HB
KÍ - Víkingur
TB - 07Vestur
AB - B36
ÍF - B68
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 22. oktober 2023
Við fýra málum í 8-0 sigrinum hjá Víkingi, hevur 37-ára gamli leirvíkingurin nú skorað 20 mál í 25 Betrideildardystum. Toppskjúttin í fjør er trý mál framman fyri nummar tvey
- Sølvi Vatnhamar eldist sum vín
Hendan útsøgnin hevur verið at hoyrt millum fólk og frá viðmerkjarum, umframt verið sæð á skrift, seinastu árini. 37-ára gamli álopskendi miðvallarin hjá Víkingi sær á ymsan hátt út til bert at gerast betri við aldrinum - í øllum førum í Betrideildini har Sølvi nú er ógvuliga nær við at gerast toppskjútti annað árið á rað.
Í fjør vísti ársins spælari í meistaraárunum 2016 og 2017 enn einaferð sítt stóra virði fyri Víking, tá leirvíkingurin millum annað avgjørdi steypafinaluna, skoraði týðandi mál í Evropa og var lykil í góðu gongdini sum heild.
Sølvi Vatnhamar skoraði samanlagt 27 mál, harav 20 í Betrideildini. Hetta vóru hægstu tølini nakrantíð hjá nummar 10, sum eisini gjørdist toppskjútti fyri fyrstu ferð og valdur til ársins spælara fyri triðju ferð á Ársins Spælara-tiltakinum hjá Miðlahúsinum
Sølvi Vatnhamar, stutt eftir seinasta bríksl í steypafinaluna móti KÍ í oktober í fjør, sum hann avgjørdi. Nakrar vikur seinni fekk víkingurin gullskógv og heiðurin sum ársins spælari (Mynd: Sverri Egholm)
Sølvi Vatnhamar og Víkingur høvdu eina skinkluta byrjan upp á kappingarárið, í øllum førum í mun til stig á kontuna. At fleiri lyklaspælarar vóru burtur, og at skerpni á seinasta triðinginum vantaði, var týðiligt. Hetta kostaði eisini steypakappingina og víðari luttøku í Conference League, men frá síðst í juni hevur ongur slingur verið í valsinum í Betrideildini fyri liðið hjá Jóhan Peturi Poulsen.
Víkingur vann sunnudagin 12. sigurin á rað í deildini og vann seg harvið eisini upp á 2. plássið. Hetta tíðarskeiðið hevur liðið bert latið fýra mál inn, og Sølvi Vatnhamar hevur tvær ferðir skorað fýra mál í sama dysti. Fýra mál í 2. hálvleiki móti EB/Streymi sunnudagin sendi Sølva framvið liðfelaganum Martini Klein Joensen, gøtumanninum Adrian Rúnason Justinussen og Pálli Andrasson Klettskarð.
Topp-fimm listin
Sølvi Vatnhamar, Víkingur, 20
Pláll Klettskarð, KÍ, 17
Adrian Justinussen, HB, 16
Martin Klein, Víkingur, 16
Mikkel Dahl, HB, 15
Páll Klettskarð hevur spælt aftur seinastu tíðina. Áleyparin hevði 14 mál eftir 11 umfør, og tað er avgjørt væl hugsandi, at Páll hevði verið omanfyri tjúgu mál, um hann ikki hevið fingið skaða í fótin í juni. Áleyparin hjá KÍ hevur spælt umleið 700 minuttir færri enn Sølvi - tað sama er galdandi fyri Martin Klein.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 22. oktober 2023
Úrslitini sunnudagin høvdu við sær, at AB noyðist tungu leiðina niður í næstbestu deildina. Her er eitt stutt yvirlit yvir gongdina á Argjum seinastu 18 árini
Í 2006 flutti AB upp í fremstu mansdeildini á fyrsta sinni. Fyrsta árið í fremstu røð endaði við greiðari niðurflyting, har argjamenn vóru 15 stig undir strikuni.
Støðgurin í 1. deild gjørdist tó stuttur, tí AB endaði í 2008 framman fyri suðuroyarliðini. Í 2009 gjørdi liðið so bart í deildini, sum tá hevði navnið Vodafonedeildin. AB endaði á 6. plássi og framman fyri lið sum B36 og KÍ - tað síðstnevnda flutti niður í 1. deild.
Eitt 6. pláss við 34 stigum er higartil besta úrslit hjá argjamonnum í fremstu deildini í Føroyum. Í 2010 endaði tað tó við niðurflyting, og árið eftir var liðið eitt mál frá at flyta upp aftur.
Í 2013 var AB aftur og ein framúr seinni helmingur av kappingini sendi liðið hjá Sámal Eriki Hentze uppum 30 stig og á eitt ednaligt 7. pláss. So væl hevur AB ikki staðið seg síðani. Hetta var eisini byrjanin til longsta tíðarskeiðið hjá liðnum í fremstu røð: Fýra ár.
Seinastu árini hevur tað verið eitt sindur upp og niður. Í 2018 helt AB seg óvæntað uppi sum uppflytari - tað var tó tí at bert eitt lið flutti upp tað árið. Í 2020 endaði tað við upp- og niðurflytingardysti móti B68 á Tórsvølli. Toftamenn, ið vóru endaðir á 4. plássi í 1. deild, komu í yvirtal og vunnu eftir longda leiktíð.
AB kom uppaftur í Betrideildina í 2021 sum nummar tvey í 1. deild. Tað eydnaðist at halda sær uppi í fjør, men higartil í ár hevur úrttøkan verið 14 stig færri enn í fjør (Mynd: Olena Goffe)
AB var aftur í fremstu røð í fjør - við einum nýggjum og nógv umrøddum framferðarhátti. Hóast nakað av órógvi kom plássið í Betrideildini ikki av álvara í vanda seinastu umførini, og 29 stig var úrttøkan í 2022.
Í ár hevur gingið nógv verri, og hóast ein góðan miðróður hevur AB ikki verið omanfyri niðurflytingarstrikuna síðani 1. umfar. Eftir úrslitini sunnudagin - har argjamenn mistu 2-0 leiðslu á Toftum og ÍF vann á TB - er greitt, at leygardagsfótbóltur verður meira fastur táttur á Argjum í 2024.
AB er harvið flutt niður úr fremstu deildini ferðir nú seinastu 17 árini: Í 2007, 2010, 2016, 2020 og í 2023. Spurningurin er so nú, um liðið aftur verður at síggja í Betrideildini í 2025.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 24. oktober 2023
EB/Streymur var betri á dramatiska degnum og var eina løtu á odda 3-1 og í undirtali á Svangaskarði. Tað endaði tó við samanløgdum 5-3 sigri til menninar hjá Jákup á Borg, sum skulu dystast við HB í finaluni 4. november
Brosspark, vend í dystinum, ein rúgva av nærdystum, gott spæl til tíðir, mistøk, flott mál, reyð kort, nógv drama, umframt stórur spenningur.
Seinna hálvfinalan millum B68 og EB/Streymi á Svangaskarði hevði so at siga alt.
Tað sá tó leingi út til, at B68 fór at koma trygt í finaluna um Løgmanssteypið. Mohmmed Samba økti til 4-0 samanlagt eftir gott mótálop, tá eitt korter var leikt, og støðan helt til steðgin.
Stórur B68-fagnaður eftir eitt korter, og sá út til at hava fult tamarhald á tí, sum fyrri hálvleikur líður (Mynd: Sverri Egholm)
B68 hevði tamarhald á uppgerðini tá, men útiliðið var greitt omaná eftir steðgin. Sigfríður Clementsen skifti til at hava tríggjar verjuspælarar og nærum tríggjar áleyparar, og hetta eydnaðist ógvuliga væl. EB/Streym kom ofta í yvirtal og fann pláss, og eftir at Filip Djordjevic í 53. minutti javnaði - eftir returbólt í samband við fríspark - tyktiskt B68 nervað.
Heimaliðið fekk ikki sítt trýst at rigga, og fekk als ikki spælið at flóta. Nakrar góðar kontrastøður vóru, men hóast viðvind misti B68 eitt sindur pippið í eina góða løtu. Gutti Dahl-Olsen, ið veruliga kom til sín rætt í 2. hálvleiki, prikaði bóltin í B68 málið, tá eitt korter restaði í. EB/Streymur trýsti, men fekk afturslag í 80. minutti, tá Andras Olsen fekk sítt seinna gula kort fyri at fella innskifta Esmar Clementsen.
Liðformaðurin og miðverjin hevði mist bóltin í samband við fyrsta málið. Nú var EB/Streymur í undirtali, men tó við yvirlutan leikliga og sinnisliga, og í 85. minutti gjørdi Sebastian Lau Nielsen brotsspark. Benjamin Schubert bjargaði, men aftur var EB/Streymari á returbóltinum. Málið hjá Bergi Poulsen setti meira eld í, og nógv stóð á; á og uttanfyri vøllin. Fjáltur var á B68'arum.
Sigursrúsurin var tó stórur á Svangaskarði, tá samanumkom. Aron Reinert Hansen vann bóltin væl á miðjum vølli, sendi Villiam Emil Klein avstað, og rann sjálvur við. Villiam lyfti bóltin uppum EB/Streyma-málverjan og ungi lokali miðverjin var á rætta staðnum prikaði bóltin í málið. Ovurhonds stórur fagnaður á Reyða Pantaranum og øllum teimum spentu rundanum um.
Reyði Pantarin var ógvuliga væl við í dag (Mynd: Sverri Egholm)
Tvey gul kort í dag og harvið reytt kort - tað seinna fekk Ragnar Samuelsen í yvirtíðini. Annars hevði hann havt leikbann í sjálvari finaluni fyri ov nógv gul kort (Mynd: Sverri Egholm)
Í yvirtíðini fekk Ragnar Samuelsen sítt seinna gula kort. Helst var tað ikki heilt av óvart - stinni miðvallarin hevði fingið gult kort í fyrru hálvfinaluni og fyrr í dystinum, men hevur nú leikbann í Betrideildini sunnudagin ístaðin fyri í finaluni, leygardagin 4. november.
Tá skal B68 stríðast við HB um steypið. Tað gjørdu teir úr Nes Kommunu eisini í 1995, sum er higartil einastu ferð, at besta manslið felagsins hevur spælt eina steypafinalu.
Kappingin um Løgmanssteypið, seinna hálvfinalan
Mikudagin 25. oktober
B68 - EB/Streymur 2-3 (1-0) - 5-3 samanlagt
15' Mohammed Samba (Boubacar Dabo) 1-0
53' Filip Djordjevic (Gutti Dahl-Olsen) 1-1
76' Gutti Dahl-Olsen (Tóki Johannesen) 1-2
85' Bergur Poulsen 1-3
90 (+2)' Aron Reinert Hansen (Villiam Emil Klein) 2-3
Reyð kort: Andras Olsen (80') og Ragnar Samuelsen (90 +3') - báðir seinna gula
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 25. oktober 2023
43-ára gamli sviin, ið var í KÍ í 2021 og 2022, avloysir Sámal Erik Hentze. Hann skal royna at vinna NSÍ støðufesti í fremstu røð aftur. Partarnir hava gjørt tvey-ára sáttmála
Stutt eftir at uppflytingin til Betrideildina var komin í hús gjørdist greitt, at Sámal Erik Hentze ikki fór at halda fram sum venjari í NSÍ.
Nevndin í felagum hevur seinastu tíðina leitað eftir einum nýggjum persóni til sessin, og í vikuni er kunngjørt, at 43-ára gamli Jens Wedeborg er nýggjur høvuðsvenjari hjá besta mansliðið felagsins. Talan er um ein tvey-ára sáttmála.
Hann er ikki nýggjur í føroyskum fótbólti. Í 2021 og 2022 var hann knýttur at KÍ og hevði nógvar ymiskar leiklutir. Millum annað í akademiinum hjá felagnum, og í seinnu hálvu av 2021 og í 2022 stjórnaði Jens næstbesta mansliðnum í Klaksvík. Jens Wedeborg vann eisini steypakappingina við U17-dreingjunum hjá KÍ í 2021 og greipuna við kvinnuliðnum í 2022.
Fyrsta partin av hesum árinum var hann venjari hjá IFK Kalmar í fremstu svensku kvinnudeildini.
Við heimsíðuna hjá NSÍ sigur nýggi venjarin, at hann kann ikki lova at vinna hvønn dyst. Hinvegin kann hann lova, at hann verður málrættaður og eldhugaður í arbeiðnum at fáa NSÍ aftur millum tey bestu í Føroyum.
Jens Wedeborg hevur UEFA Pro Licence. Hetta er hægsta venjaraprógvið sum er.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 25. oktober 2023
22 ára gamli áleyparin heldur fram í NSÍ
22-ára gamli áleyparin Steffan Abrahamson Løkin hevur í dag skrivað undir ein nýggjan tvey ára sáttmála við barndómsfelagið.
Steffan Abrahamson Løkin hevur eftirhondini drúgvar royndir, hóast sín unga aldur. Hann hevur spælt 23 dystir fyri okkara ungdómslandslið. Hann hevur leikt 86 dystir í bestu deildini, og um vit telja 1. deild og løgmanssteypið við, so hevur hann spælt heili 159 dystir, har hann hevur skorað ikki minni enn 67 mál.
NSÍ hevur í ár spælt í næstbestu deildini, men flytir næsta ár uppaftur í bestu deildina at spæla.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 21. oktober 2023
Víkinga-áleyparin hevur skorað 16 mál í Betrideildini í ár og samanlagt 35 síðstu árini. Næstu tvey kappingarárini spælir Martin í Njarðvík, sum er í næstbestu íslendsku deildini
Hann hevur veruliga fingið gongd á málskjótingina aftur seinastu mánaðirnar, og í september hann varð kosin besti spælari í Betrideildini. Samanlagt hevur lágvaksni men kviki áleyparin skorað 16 mál í 25 landskappingardystum í ár og er triðovast á toppskjúttalistanum.
23-ára gamli Martin Klein Joensen hevur verið eitt gott vápn í Víkingi-álopinum í tíðini hjá Jóhan Peturi Poulsen. Hetta er triðja kappingarárið hjá Martini í Betrideildini, har áleyparin samanlagt hevur skorað 35 mál í 75 dystum. Harvið næstan mál í øðrum hvørjum dysti í miðal, og 9'arin hevur í fleiri tíðarskeiðum ikki byrja inni.
Martin Klein Joensen hevur verið nýttur sum innskiftari ofta, og hevur hann hegni og eitt serstakt "innstinkt". Millum annað varð gøtumaðurin skiftur inn í steypafinaluni í fjør, rann djúpt og vann brotssparkið, ið Sølvi Vatnhamar avgjørdi finaluna við.
Martin eftir eitt av sínum avgerandi málum fyri Víking (Mynd: Sverri Egholm)
Nú er greitt, at fótbóltsframtíðin hjá hjá Martini Klein liggur í Reykjavík-økinum. Landafrøðiliga liggur Njarðvík tætt við Keflavík og Reykjavík, og størsta felagið í lítla íslendska býnum spælir í næstbestu íslendsku deildini.
Njarðvík endaði á 10. plássi í næstbestu íslendsku deildini, har tólv lið eru. Tað eydnaðist við bit og slit at sleppa undan niðurflyting. Kaj Leo í Bartalsstovu, ið eisini hevur slitið sínar barnaskógvar í Sarpugerði, spældi seinnu hálvu av 2023 við felagnum.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 23. oktober 2023
Felagsliðið EBS/Skála verður ikki partur av bestu kvinnudeildini komandi ár. Feløgini fara aftur at skipa egin kvinnulið
Felagsliðið EB-Streymur/Skála, sum hevur verið í føroyskum kvinnufótbólti síðan 2013, fer nú í søguna. Hesum boðaðu feløgini frá í vikuni.
Felags kvinnuliðið hevur gjøgnum árini megnað at rokkið fleiri góðum fótbóltsavrikum. EB-Streymur/Skála vann á fyrsta sinni finaluna í steypakappingini í 2017, tá liðið vann finaluna 3-2 móti HB. Seinni sama ár, 7. oktober 2017, vann liðið FM á fyrsta sinni, og tað var samstundis fyrstu ferð í 21. øld, at eitt annað lið enn KÍ vann FM-heitið.
Nú 10 ár eftir at samstarvið bleiv skipað, fara feløgini tó aftur at skipað egin kvinnulið í bestu deildini til komandi kappingarár.
Arbeitt hevur verið við eftirmetingum og málum fyri kvinnufótbóltin frameftir og sum liður av hesum arbeiði er avgjørt at aftur skipa egin kvinnulið.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 23. oktober 2023
Er nú nummar 135 í heiminum - 13 pláss lægri enn fyri ári síðani
Føroyska A-landsliðið í fótbólti er fallið 13 pláss aftur á styrkilistanum hjá Fifa.
Landsliðið hjá Håkan Ericsson hevur hetta seinasta árið spælt 10 landsdystir, harav átta eru endaður við tapi, meðan tveir eru endaðir við javnleiki.
Javnleikirnir eru 1-1 á heimavølli í vinardysti móti Kosovo í november í fjør og 1-1 í EM-undankappingardysti á útivølli móti Moldova í mars í ár.
Í oktober í fjør varð føroyska liðið mett at vera nummar 122 av teimum 211 limalondunum hjá Fifa. Síðan er tað gingið støðugt afturá. Í desember lógu vit á 123. plássi, í apríl í ár 125, í juni og juli 129, í september 131 og á seinasta styrkilistanum liggja vit á 135. plássi aftan fyri Litava og beint oman fyri Kuvait.
Í Evropa er føroyska landsliðið nummar 49 av 55 limalondum í Uefa. Bert Moldova, Andorra, Malta, Gibraltar, Liktinstein og San Marino liggja aftanfyri. Bæði Lettland og Litava fóru fram um okkum á nýggjasta listanum. Fyri einum ári lá eisini Aserbajan aftan fyri okkum.
Argentinska landsliðið verður í løtuni mett at vera heimsins sterkasta, framman fyri Fraklandi og Brasil. Danmark er nummar 19, Svøríki nr. 23, Noreg nr. 42, Finnland nr. 62 og Ísland nr. 67.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 26. oktober 2023
27-ára gamli klaksvíkingurin er nú ovast á listanum yvir málstig í næstbestu norsku deildini, ið Fredrikstad fer at vinna. Sí málini frá í gjár her
Tað hevur verið eitt gott kappingarár fyri føroyingafelagið Fredrikstad, sum áðrenn landsliðssteðgin tryggjaði sær uppflyting til bestu norsku deildina.
Liðið hjá Mikkjali Thomassen var á vøllinum seinasta leygardag. Brandur Hendriksson var ikki við, tá Gullbrandur í Horni Øregaard og Sandnes Ulf tóku ímóti.
Tað var Jóannes Bjartlíð tó, og hann javnaði tíggju minuttir fyri steðgin til 1-1 við tryggum brotssparki.
Sandnes kom tó á odda aftur beint fyri steðgin. Leiðslan helt til miðskeiðis í 2. hálvleiki, tá heldur bíligt brotsspark varð dømt móti Gullbrandi Øregaard. Føroyski U21-landsliðsspælarin varð revsaður fyri at halda eitt sindur í Fredrikstad-spælara, og Bjartalíð umsetti aftur til mál og javnaði úr ellivu metrum.
Tað var eisini glóðheiti nummar 14 í hvítum og reyðum, sum avgjørdi dystin. Tað var, tá Jóannes Bjartalíð hegnisliga setti góða vinstra fót sín á innlegg úr vinstru í 84. minutti. Harvið staðfesti hann sítt hattrikk.
Harvið vann Fredrikstad sín fimta sigur á rað, og liðið hjá Mikkjali hevur ikki tapt seinastu níggju dystirnar. Jóannes Bjartalíð hevur verið framúrskarandi í serliga seinnu hálvu, og hevur 27-ára gamli klaksvíkingurin nú skorað ellivu mál og lagt upp til sjey mál í 25 mál í næstbestu norsku deildini í ár. Eingin í kappingini hevur fleiri málstig enn føroyski landsliðsspælarin.
Nú trý umfør eru eftir er greitt, at Fredrikstad allarhelst vinnur deildina.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 22. oktober 2023
Klaksvíkingurin hevur langa fótbóltsleið aftanfyri - seinastu árini sum ungdómsvenjari. Næsta ár skal Allan Mørkøre vera høvuðsungdómsvenjari hjá gentunum í KÍ
- Vit eru sera stolt av at kunngera, at vit hava styrkt um gentu síðuna í okkara akademii. Vit hava gjørt sáttmála við Allan Mørkøre, sum frá 1. januar verður høvuðsungdómsvenjari hjá gentunum í KÍ. Vit kenna øll Allan, hann hevur spælt 181 dystir fyri felagið og skorað 42 mál. Og so hevur hann eisini spælt 54 dystir fyri Føroyar.
Soleiðis skrivar KÍ á heimasíðu sínari. Felagið úr Klaksvík kunngjørdi í vikuni nýggjasta venjaran á sonevnda Akademiinum, har uppraðfestingar nú verða gjørdar.
51-ára gamli klaksvíkingurin er nú aftur, har vøggan stóð, og skal hann standa á odda fyri menningini av ungum spælarum, ið seinni skulu mynda sterka kvinnuliðið:
- Eg eri sera glaður fyri at koma til eitt felag sum KÍ. Eg byrjaði mína fótbóltsyrkisleið í KÍ, og felagið er, síðani eg fór, ment nógv. Eg gleði meg til at geva barndómsfelagnum nakað aftur. Mín stóri áhugi er gentu og kvinnufótbóltur, og her er KÍ bara best. Mín sterka síða er at menna ungar leikarar, og tað fari eg eisini at gera í KÍ. Eg gleði meg eisini sera nógv til at arbeiða saman við dugnaligum fólki, sum er í felagnum og rundan um Akademiið og at mennast sum venjari.
Allan Mørkøre saman við akademistjóranum Jonas Nizze Nielsen (Mynd: Klaksvíkar Ítróttafelag)
Soleiðis sigur Allan Mørkøre eftir at hann hevur skrivað undir. Í sama viðfangi skrivar KÍ, at Allan Mørkøre hevur keypt barnaheimið úti á Bumshamri. Nú flytir hann til Klaksvíkar aftur eftir nógv ár í høvuðsstaðnum, har hann millum annað hevur verið ógvuliga virkin í ungdómsarbeiðnum á Argjum og í Hoyvík.
Akademi-stjórin Jonas N. Nielsen, sum í 2024 fer undir sítt triðja ár í sessinum, sigur soleiðis:
- Vit hava leingi ætlað okkum at seta ein høvuðsungdómsvenjara til genturnar fyri at tryggja góðskuna á okkara venjingum og somuleiðis menningina av hvørjum einstøkum leikara, og her eri eg eftir fleiri samrøður við Allan seinasta hálva árið vísur í, at vit hava funnið tann besta. Eg gleði meg til samstarvið við Allan og alt tað, hann hevur at bjóða felagnum, so vit framhaldandi kunnu vera flaggskip í føroyskum kvinnufótbólti í nógv ár afturat.
Allan Mørkøre byrjar í starvi hjá KÍ 1. januar. Sum høvuðsungdómsvenjari er uppgávan hjá Allani at menna gentu ungdómsliðini frá U11 til U16 enn meira.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 25. oktober 2023
SSV Brixen liggur í løtuni á 3. plássi í Serie A. Evropa Cup-dystirnir millum liðini standa í fyrstu syftu til at verða spældir síðst í november og fyrst í desember
Vestmenningar spældu seg fyrr í mánaðinum víðari í European Cup eftir tættar dystir í Luksemborg. Hetta var fyrstu ferð í yvir 25 ár, at VÍF kom víðari í evropeiskari kapping, og nú er greitt, hvørjum teir í gulum og bláum skulu spæla ímóti í 3. umfari.
SSV Brixen vann í 2. umfari stórt á HC Azeryol úr Aserbajan, og kom úr pottinum saman við VÍF. Í løtuni liggur liðið nummar trý í fremstu italsku kappingini, sum er styrkismett nakað omanfyri ta føroysku.
SSV Brixen hevur vunnið Serie A tvær ferðir. Tað var í 1991 og 1992. VÍF er oddalið í SMS-deildini við fullum stigatali eftir fimm umfør og skal nú fara eftir at leingja evropeiska ævintýrið.
VÍF vann í 2. umfari samanlagt við trimum málum á Ecsh í Luksemborg (Mynd: Andrei Vladut Antal)
32 lið eru eftir í kappingini. H71, Neistin og Team Klaksvík eru sligin út, men føroysk umboðan er í íslendskum feløgum. Allan Norðberg og Valur skulu spæla móti ukrainska HC Motor - Dánjal Ragnarsson og ÍBV fingu eysturríska mótsstøðu í 3. umfari.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 24. oktober 2023
Hoyvíkingurin varð javnsettur toppskjútti fyri Kiel í stórdystinum í Champions League móti PSG og hevði fleiri flott upplegg
Hann var kvikur og snildur og sá út sum ein stjørna á stóra pallinum í Paris. Elias Ellefsen á Skipagøtu var avgerandi fyri THW Kiel í stóruppgerðini í Champions Leauge hóskvøldið.
Kiel er oddalið í bólkinum, millum annað takkað verið flottum uppleggum og góðum málum frá føroyska nummar 71. Elias varð dagsins maður móti Kielce fyri 15 døgum síðani, og aftur nú gjørdi 21-ára gamli føroyingurin bart.
PSG var á odda í steðginum og fleiri ferðir í 2. hálvleiki í tætta dystinum. Kiel fekk tó knógvað tí móti endanum - og Elias á Skipagøtu var ein av teimum, ið vísti vegin.
Dysturin endaði 28-34 í Paris. Elias á Skipagøtu skoraði sjey mál, og var javnsettur toppskjútti hjá THW Kiel. Føroyski landsliðsspælarin smæðist harvið ikki burtur millum øll tey stóru nøvnini.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 26. oktober 2023
Føroyski landsliðsvongurin skoraði trý mál í evropeiskum sigri týskvøldið, og Füchse Berlin hevur fult stigatal í European League-bólkinum og í Bundesliguni
Tað gongur sum eftir ánni hjá liðnum hjá Hákuni West av Teigum. Hoyvíkingurin skifti í summar úr bestu donsku deildini til Bundesliguna, og hóast hann ikki hevur spælt so nógv, so hevur tað gingið væl hjá Hákuni og serliga hjá liðnum.
Tað eru serliga danirnir, ið ganga á odda fyri Füchse Berlin: Mathas Gidsel og Lasse Andersson í bakketuni og superveteranurin Hans Lindberg. Júst 42-ára gamli høgri vongurin hevur hildið Hákun nógv á bonkinum við sínum støðugu avrikum, og í summum Bundesliga-dystum hevur 21-ára gamli føroyingurin als ikki spælt.
Hákun West av Teigum hevur tó roynt at gjørt sítt, og týskvøldið skoraði hann trý mál, tá Füchse vann greitt á útivølli móti bosniska Izvidac. Hetta var í 2. umfari í bólkaspælinum í European League - vongurin hevði fýra skotroyndir. Hann skoraði eisini trý mál í 1. umfari.
Fücshe Berlin fer at koma víðari úr hesum bólkinum, og er eisini av favorittunum at vinna næststerkastu evropeisku kappinginia.
Liðið hevur skorað yvir 30 mál í øllum dystunum í landskappingini, og allir tíggju í landskappingini eru endaðir við sigri.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 26. oktober 2023
Tað endaði 25-11 í fyrsta setti, tá Mjølnir loypti hvøkk á niðurlendsku meistararnar. 2. sett var ógvuliga tætt - síðani tóku gestirnir yvir, og tað endaði 1-3
Heimaliðið byrjaði sum eitt óløgi í Klaksvík. Mjølnir gjørdi bart í fyrsta settinum í fyrsta evropeiska dystinum, og hølvaði hálendsku gestirnar av.
Tað endaði 25-11, og tað var ógvuliga gott lag á mongu áskoðarunum í Badmintonhøllini mikukvøldið. Hetta kom í roynd og veru sum ein skelkur, tí Limax var stórfavorittur, og væntað var at tað fór at enda 0-3.
Í 2. setti var ikki so langt frá, at Mjølnir fór avstað við einum afturat. Tað var ógvuliga spennandi, men at enda vunnu gestirnir við trimum.
Í 3. setti var eingin ivi: Tað var eitt umvent úrslti frá 1. setti, har niðurlendska liðið veruliga vísti sína styrki.
Mjølnir reisti seg aftur í 4. setti og bjóðaði av partar av settinum. Sløgini sótu tó betri hjá gestunum, og orkan tyktiskt at vera gingin eitt sindur undan hjá Mjølni, sum hevði tveir nýggjar póllendingar á liðnum. Teir gjørdu mun, og sum heild avrikaðu greipuvinnararnir heilt væl í mun til støddina á uppgávuni. Hetta var eisini stór uppliving fyri teir á heimaliðnum framamn fyri nøkrum hundrað áskoðarum.
Liðini spæla aftur í Niðurlondum mikudagin 1. november.
CEV Challenge Cup, 1. umfar - fyrri dysturin
Mikudagin 25. oktober, Klaksvíkar Badmintonhøll
Mjølnir - VC Limax 1-3
25-11, 22-25, 11-25, 15-25
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 25. oktober 2023
Var eitt sindur óveruligt í 1. setti, og haldi ikki at her nakrantíð hava verið so nógv fólk til dyst. Liðskiparin hjá Mjølni setur orð á fyrsta evropeiska dystin, sum Thorvald Danielsen og teir taptu 1-3
- Tað var eitt sindur óveruligt. Vit væntaðu, at teir fóru at koma út sum eitt ódnarveður og vóru fyrireikaðir uppá teirra styrki. Men eg veit ikki...alt koyrir hjá okkum og einki koyrir hjá teimum. Kanska teir eru eitt sindur bilsnir av okkum og hava sæð lítið video. Hetta er fyrsti dystur hjá okkum við hesum liðum. Teir báðir polendingarnir hava ikki verið við higartil í føroysku kappingini, men tað riggaði væl.
Soleiðis setti Thorvald Danielsen orð á ótrúliga fyrsta setti í Klaksvík í vikuni, tá Portalurin fekk orðið á hann í Badmintonhøllini. Í fyrsta settinum í fyrsta evropeiska dystinum gjørdu greipuvinnararnir av álvara bart: Mjølnir vann heili 25-11 á niðurlendska meistaraliðnum.
- Vit spæla okkara møguleika. Gera ikkki býtt mistøk, vinna nakrar blokkar og sláa skilagott. Og ikki minst: Vit spæla á heimavølli. Eg haldi ikki, at her nakrantíð hava verið so nógv fólk til dyst, og vit merktu av álvara stuðulin.
Tað vóru nøkur hundrað fólk til Challenge Cup dystin. Tað er als ikki vanligt, at so nógv fólk eru til fllogbóltsdyst í Klaksvík ella í Føroyum sum heild. Høllin kókaði eisini, meðan spenanndi 2. setti, har Limax kom í gongd, var.
- Teir spæla betri í 2. setti. Vit gera onkur mistøk men fylgj tó væl við. Har eru bert tríggir bóltar á muni, og um nakar hevði sagt áðrenn, at man bara var so nær við at vinna eitt sett, so hevði man verið nøgdir. Tað føldist væl inni á vøllinum í 1. og 2. setti - merktu veruliga at vit kundu vera við, staðfestir Thorvald.
Hvat sigur hetta um tykkum?
- Tað vísir, at vit kunnu spæla upp ímóti sterkum liðum, og at her er góðska á liðnum. Vit vita, at Holland er ein sterk flogbóltstjóð, men vit kundu tikið stig móti hesum liðum, um vit kanska vóru hepnari og meira samanspældir.
Í 3. setti vann Limax greitt, og eisini 4. sett fall til fyrimuns fyri útiliðnum. Harvið endaði tað 1-3 í søguliga dystinum, men hevarin og liðformaðurin hjá Mjølni staðfestir, at farið verður til útidystinum í næstu viku við góðum treysti.
- Vit fara eisini at royna at spæla okkara møguleika í næstu viku. Nú hava vit víst, at vit kunnu. Tað eyndaðist at vinna eitt sett her, so hví ikki vinna fleiri har.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 26. oktober 2023
Føroya Tele-deildin, menn: Trý lið liggja ovast á stigatalvuni við fýra stigum
Fimmfaldu føroyameistararnir úr Mjølni taptu leygardagin í fimmsettara ímóti ÍF, og saman við SÍ liggja tey øll trý jøvn í stigum ovast á stigatalvuni.
ÍF – Mjølnir 3-2 (25-18, 25-17, 23-25, 13-25, 18-16)
Eftir at hava vunnið tvey tey fyrstu settini greitt, sá út til, at ÍF fór at vinna dystin 3-0, tá tað var á odda 18-12 í triðja setti. Men við eitt vendi dysturin, og Mjølnir javnaði til 19-19 og fór eisini framum 24-19 við at vinna 10 stig á rað. Mjølnir hevði tó ávísar trupulleikar at vinna tað síðsta, men við fimta settbóltinum eydnaðist loksins at vinna 25-23.
Við sjey stigum á rað mest sum beinanveg í fjórða setti legði Mjølnir lunnar undir 25-13 avsmurningin, og so var klárt til javnbrótara.
Fyrstu løtuna var ÍF á odda við einum og tveimum, men eftir 5-5 fór Mjølnir framum og var á odda við einum og tveimum. ÍF javnaði tó aftur og hevði dystarbólt við støðuna 14-13. Mjølnir bjargaði sær í fyrstu atløgu, og fekk sjálvt dystarbólt við støðuna 15-14, men tók ikki av. Tað gjørdi ÍF hinvegin við sínum triðja dystarbólti og vann 18-16.
Hjá Mjølni eru pappírini hjá teimum báðum pólsku leikarunum ikki komin í rættlag, men tá teir verða tøkir hjá Mjølni, verður liðið munandi sterkari, og ilt er at síggja hvussu hini tá skulu standa Mjølni kurl. ÍF hevur tó eitt ess í ermuni í Vukasin Nedeljkovic, men nær hann aftur er førur fyri at spæla, eftir skaðan hann fekk í fjør, er óvist.
SÍ – ÍF 2-3 (26-28, 25-22, 25-22, 11-25, 15-17)
Sigurin á Mjølni var annar 5-settarin, ÍF vann í kappingini, tí fyrsta dystin í kappingini, sum var ímóti SÍ, vunnu fuglfirðingar eisini 3-2.
Javnbrótarin tóktist vera komin innanborða, tá ÍF legði seg á odda 12-7, men seks bóltar seinni var støðan 13-12 til SÍ. Hetta var tó síðstu ferð, SÍ var á odda, og ÍF vann 17-15 við sínum triðja dystarbólti.
Stóru leikararnir hjá SÍ henda dagin vóru Mileta Vesovic og Hjørtur Joensen við ávikavist 26 og 24 stigum. Hjá ÍF var Bjarni Larsen best við 20 stigum.
Mjølnir – Fleyr 3-1 (25-27, 25-14, 25-19, 28-26)
Lítið vantaði í, at dysturin í fyrsta umfarinum millum Mjølnir og Fleyr eisini gjørdist ein fimmsettari.
Eftir at hava vunnið fyrsta sett, hevði Fleyr tveir settbóltar í fjórða setti við støðuna 24-22, men gagnnýtti hvørgan, og so javnaði Mjølnir í staðin til 24-24 og vann settið 28-26 við sínum triðja dystarbólti.
Ein av høvuðsmununum á liðinum var blokkurin, har Mjønir vann 16, og Fleyr bara tríggjar.
Ternan – SÍ 0-3 (5-25, 9-25, 11-25)
Ternan spældi sín fyrsta dyst í kappingini leygardagin, har tað gjørdist til avsmurning ímóti SÍ.
Bara í serviessum vann SÍ nærum eitt hálvt sett við 12 essum til samans.
Hjørtur Joensen vann 16 stig fyri SÍ. Hjá Ternuni vann Trygvi á Brekkukletti sjey stig, og tann yngri av Troleis-feðgunum, Dominick Philbrow Troleis, seks.
Støðan, Føroya Tele-deildin, menn:
Lið Dystir / Stig
ÍF 2 / 4
SÍ 2 / 4
Mjølnir 2 / 4
Fleyr 1 / 0
Ternan 1/ 0
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 23. oktober 2023
Føroya Tele-deildin, kvinnur: Greipuvinnararnir úr SÍ hava mist leikarar og síggja veikar út, ímeðan tað er líkt til, at Dráttur við nýggjum venjaratoymi endiliga hevur funnið lykilin til styrki og sigur
Greipuvinnararnir úr SÍ hava mist leikarar og síggja veikar út, ímeðan tað er líkt til, at Dráttur við nýggjum venjaratoymi, har annar leikar á liðnum, endiliga hevur funnið lykilin til styrki og sigur.
Fleyr - TB 3-0 (25-14, 25-22, 25-13)
Lagt var upp til spenning. Undan hesum dystinum, hevði Fleyr tapt tveir javnar dystir og TB var flúgvandi í fyrsta dystinum ímóti SÍ. Men spenningur kom ongantíð í dystin.
TB er darvað av skaðum, har hevarin Ranja Magnussen leikti við einum skaða. Hesin skaðin hevur gjørt, at hon hevur givið avboð til U19 landsliðið. Hartil var miðjan Sharon Thora Holm uttanfyri við skaða. At ein av sterkastu leikarunum í kappingini Ariana Pereyra ikki fekk spælið at ganga eftir vild, gjørdi so bara støðuna hjá TB verri.
Nevnast skal so eisini her, at unga evnaríka miðjan hjá Fleyr, Emma Michala Sannino, eisini sat uttanfyri við einum knæskaða, sum kom undir stórsteypadystinum, og sum væntandi fer at darva hana eina tíð afturat.
Tað sá tó út til, at Fleyr fyri fyrstu ferð í ár, fekk spæl teirra at ganga eftir ætlan, og serliga vóru tað Helena Skylv Hansen og Anja Danielsen, sum gingu á odda.
Sigurin hjá Fleyr var sannførandi og spennandi verður at síggja, um Fleyr fer at megna at halda áfram og taka dystin upp ímóti Drátti og møguliga Mjølnir sum tykjast sterkar í ár.
Mjølnir - Dráttur 0-3 (25-27, 25-27 22-25)
Eftir at Mjølnir síðsta vikuskifti vann rættuliga sannførandi á Fleyr er líkt til, at Ragnar í Haraldstovu nú hevur fingið Mjølnir kvinnurnar at leika, soleiðis sum hann ynskir. Her var serliga Anna Arnholdsdóttir sannførandi á miðjuni og styrkurin av Nicholu Toftegaard hevur eisini gjørt stóran mun.
Tí var spenningur undan dystinum ímóti Drátti, sum hevur fingið nýtt venjaratoymi.
Vladimir Hauriska og Tereza Kerpcarová úr Slovakia standa nú á odda fyri liðnum og hartil leikar Tereza eisini á liðnum. Nevnast skal, at Tereza umframt at vera hjálparvenjari, helst er ein av sterkastu leikarunum í deildini.
Hetta var so eisini avgerðandi á degnum, har Dráttur vann ein 3-0 sigur, men í einum sera tøttum dysti.
KÍF - SÍ 3-0 (25-19, 25-15, 25-21)
Frágongdin hjá greipuvinnarunum í fjørð hevur verið stór og eru tær nú botnlið í Føroya Tele deildini fyri kvinnur. Liðið er so skert, at væntast má, at onkur styrkur fer at koma næstu vikurnar.
KÍF vann sín næsta dyst 3-0 og er oddalið.
Liðið hevur fingið en sera royndan venjara í Veselin Ðurovic úr Montenegro. Spennandi verður tó at síggja, í hvønn mun KÍF megnar at halda stigið, tá mótstøðan verður Dráttur, Mjølnir, Fleyr ella TB.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 23. oktober 2023
32-ára gamli havnarmaðurin er kendur í borðtennislandslagnum. - Tað týdningarmesta fyri meg, er at skapa eina mentan, har ungir leikarar trúgva uppá seg sjálvar, og eru sinnaðir at leggja stóra orku í at gerast betri.
Borðtennissamband Føroya hevur sett nýggjan ungdómslandsliðsvenjara. Talan er um Hall Thorsteinsson, sum frammanundan er væl kendur í føroyska borðtennislandslagnum eitt nú sum landsliðsleikari og ein av drúgvu monnunum í borðtennisfelagnum Tór í Havn.
Hallur er 32 ára gamal, og er - eftir fleiri ára lesnað í Keypmannahavn - nýliga fluttur aftur til Føroya, her Borðtennissamband Føroya nú fær gleði av honum, hesaferð í leiklutinum sum ungdómslandsliðsvenjari og mennari.
- Tað týdningarmesta fyri meg, er at skapa eina mentan, har ungir leikarar trúgva uppá seg sjálvar, og eru sinnaðir at leggja stóra orku í at gerast betri. Eingin kemur sovandi á eitt landslið, og hetta skal heldur ikki vera støðan, hóast vit eru ein sera lítil ítróttargrein samanborið við aðrar í Føroyum, sigur Hallur.
Ungdómslandsliðið hevur longu havt sínar fyrstu venjingar hetta kappingarárið, og næstu mánaðirnar eru eisini venjingarlegur og kappingar á skrá í Danmark og Íslandi.
- Leikarar, sum vilja umboða landsliðið, skulu vísa, at teir hava tað uppiborið, og teir skulu vera stoltir av at bera Merkið tá vit ferðast innanfyri og uttanfyri landoddarnar. Eg fari at krevja áræði, nærlagni og góðan ítróttaranda frá mínum leikarum, sigur Hallur Thorsteinsson.
Umframt at taka sær av ungdómslandsliðnum, so fer Hallur at ferðast til feløgini kring landið at styðja teimum í at mennast og vaksa sum feløg.
Virknu feløgini eru í løtuni Tór í Havn, TBF á Tvøroyri og OYÍF í Oyndarfirði, men í næstum verður eftir ætlan eisini skipað borðtennis í Sandoynni.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 25. oktober 2023
Hellifossur, sum hevði stovnandi aðalfund 5. oktober hevur heimstað í Kvívík – Svimjisamband Føroya hevur nú sjey virkin feløg
Starvsnevndin í Svimjisambandi Føroya samtykti hóskvøldið 19. oktober, at góðkenna Svimjifelagið Hellifoss í Kvívík sum lim í SSF, og hevur sambandið tí nú sjey virkin feløg, verður boðað frá í tíðindaskrivi.
Svimjifelagið Hellifossur hevði stovnandi aðalfund hósdagin 5. oktober, har nevnd varð vald og viðtøkur samtyktar, sum eru grundaðar á standardlógunum hjá ÍSF fyri nýggj ítróttafeløg.
Hellifossur hevur heimstað í Kvívík, og er fyrsta nevndin: Sára Midjord, forkvinna; Helgi Simonsen, næstformaður; Joan M. Joensen, skrivari/kassameistari, og tiltakslimir Benadikta Debes; Anja Eydnudóttir; og Torstein Paulason Brattaberg.
Umsókn um limaskap varð send til Svimjisamband Føroya, sum síðani ráðførdi seg við m.a. ÍSF, áðrenn viðgerð og góðkenning á regluligum starvsnevndarfundi, skrivar Svimjisambandið.
– Vit í Svimjisambandinum fegnast sjálvsagt um hendan nýggja lim okkara, ið umboðar eitt øki í Føroyum sum Svimjisambandið søguliga hevur havt ilt við at røkka.
– Føroysku svimjifeløgini eru nú Fuglafjarðar Svimjifelag, Havnar Svimjifelag, Suðuroyar Svimjifelag, Svimjifelagið FLOT, Svimjifelagið Hellifossur, Svimjifelagið Reysti og Ægir. Av hesum er Svimjifelagið Reysti okkara nú næstyngsta svimjifelag, ið var samanlegging av Svimjifeløgunum Skeggjar og Reki í 2010.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 21. oktober 2023