Lat aftur Yvirlit list articles in edition

Leygardagur 11. november 2023 | Nr. 45 | Árgangur 4 | Kr. 0,00

Veljarin gevur samgonguni ein lúsing

SíÐa 2

1 Leygardagur 11. november 2023

Góðan lesihug og gott Vikuskifti

Nýggj útgáva hvønn leygarmorgun kl. 7

Oddagrein

Frával heldur enn eitt tilval

Tað kom ikki óvæntað á okkum, at núverandi samgonguflokkar fóru at missa undirtøku í veljarakanningini, sum varð gjørd í hesi vikuni.

Men at missurin skuldi gerast so ógvusligur, var óvæntað.

Upp á minni enn eitt ár hevur tað eydnast sitandi samgonguflokkunum at sáa so nógv mistreysti í fólkið, at teir nú bara fáa undirtøku svarandi til 13 tingsessir. Tað er óvanliga ógvusligt.

Men tað hevur ikki gingið samgongunnar veg hesa seinastu tíðina. Flokkarnir eru tiknir upp á orðið og avdúkaðir fyri brotin lyfti, eitt fyri og annað eftir.

Um hesa tíðina í fjør, tá tað var greitt, at farast skuldi til løgtingsval fyrst í desember, vóru ongi mørk fyri, hvat táverandi andstøðuflokkarnir, serliga Tjóðveldi og Javnaðarflokkurin kundu lova og hvørji mál tey kundu gjøgnumføra.

Teir vóru í kapping við eina samgongu, sum als ikki kundi vísa eitt arbeiðslag, ið var álitisskapandi. Tað gjørdist heilt týðuligt, at veljarin vildi hava onnur fólk framat, fólk, sum høvdu politiskar ætlanir, hugflog og vilja til at fáa ting framd.

Men mong eru tey, sum í dag, 11 mánaðir seinni, sita vónbrotin orsaka av brotnum lyftum og politiskum ráðaloysi. Longu nú hava flokkarnir mist alla framgongdina, sum teir fingu á valinum, og nakað væl afturat.

Vit hava sagt tað so ofta fyrr, og taka tað upp aftur her: Blokkpolitikkurin hevur ikki verið til gagns fyri Føroyar. Her meinast við skipanina, sum hevur verið galdandi í fleiri valskeið nú við, at valdið hevur skift millum samgongu og andstøðu við hvørt val, sum nakað heilt nattúrligt og væntað uttan at tað eydnast nøkrum av landsstýrisflokkunum at halda fram í stjórn, tí føroyskur politikkur í skjótt tvey áratíggju hevur verið ein spurningur um antin ella.

Okkra pástandur er, at um hetta pendulið ikki verður støðgað, og flokssamansetingarnar ikki verða settar saman av nýggjum, so verður hetta drepandi fyri politisku skipanina og føroyska fólkaræðið.

Tí valúrslitini hesi seinastu valini, og veljarakanningarnar innímillum geva eina greiða mynd av, at veljarin ikki velur ‘til’, men velur ‘frá’.

Framgongdin til Tjóðveldi og Javnaðarflokkin á valinum seinast var ikki bara orsaka av glæsiligu lyftunum, flokkarnir komu við, men vóru meira ónøgd yvir flokkarnar, sum sótu við valdinum.

Og tað sama er galdandi nú, tora vit at siga. Tað er ikki tí, at andstøðuflokkarnir hava ført ein frálíkan politikk ella víst á góðar loysnir, at flokkarnir ganga so nógv fram. Tað er tí, at mótparturin ikki hevur gjørt tað.

Tað er andstygdin, stiknið, fyri ráðandi valdinum, sum ræður heldur enn trúgvin upp á førdan politikk og givin lyfti.

Og tað er vandamikið.

Vit høvdu ein flokk, sum fyri nøkrum árum síðani kom inn sum eitt frískt lot í føroyskum politikki. Flokkurin kundi halda ein ‘reinan’ profil, tí hann ikki var dálkaður at framdum gerðum og brotnum lyftum. Hetta er ikki galdandi longur. Ikki fyri nakran flokk.

Veljarakanningin í dag vísir greitt, at tað eru forfólk í flokkinum, sum í ramasta álvara mugu gera upp við seg sjálvi og sínar nærmastu ráðgevar, um tey eru tey røttu fólkini at føra landið víðari fram á leið.

Og skuldi tað verið onkur, sum lá inni við einum hugskoti til ein flokk ella lista, sum kundi bjóða av og gjørt mun í royndini at stýra landið inn í eina skilagóða framtíð, so er hetta avgjørt stundin til at realisera eina slíka ætlan. Framtíðin stendur víðopin.

Lendið er væl taðað fyri nýggj fólk og flokkar at bjóða seg fram. Etableraðu flokkarnir hava rent seg fastar og hava mist stavnhaldið at føra Føroyar fram á leið. 

SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

  • Blaðið

    Stovnað 2020

    Útgevari: Knassar

    Upplag: 6090

    Lisnar síður: 23639

    Dagført 10. hvørt sekund
  • Samband

    tel. 20 80 80

    [email protected]



    Ingi Samuelsen

    Redaktørur

    [email protected]

    tel. 22 22 73


  • Borgar Kristiansen

    Lýsingarráðgevi

    [email protected]

    tel. 23 66 01

2
Leygardagur 11. november 2023

Veljarin gevur samgonguni ein lúsing

Nýggj veljarakanning gevur Fólkaflokkinum og Sambandsflokkinum so stóra framgongd, at teir høvdu kunnað skipað landsstýri um val var í dag

(Mynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

Fólkaflokkurin hevur ongantíð í nýggjari tíð havt so stóra undirtøku millum veljararnar, sum hann hevur í dag.

Sambært nýggjari veljarakanning høvdu næstan triði hvør veljari sett krossin við Fólkaflokkin, um val var nú.

Hóskvøldið gjørdi Spyr.fo eina veljarakanning fyri hetta blað, har 500 veljarar vórðu spurdir um hvønn tey fóru at velja.

Stórsigur fyri andstøðuna

Yvirhøvur hevði eitt løgtingsval nú verið ein stórsigur fyri borgarligu andstøðuflokkarnar, tí Sambandsflokkurin hevði verið nógv næststørsti flokkur í Føroyum eftir Fólkaflokkin, um val hevði verið nú.

Nýggjasta veljarakanningin vísir, at sitandi samgonga hevur søguliga ringan stuðul í løtuni.

Bert 37,7 prosent av veljarunum høvdu atkvøtt fyri flokkunum, sum manna landsstýrið í løguni. Fyri 11 mánaðum síðani – á seinasta løgtingsvali – fingu somu flokkar atkvøðuna frá 51,8 prosentum av føroyingunum, sum harvið góvu teimum valdið at stýra landinum.

Sostatt tók tað minni enn eitt ár hjá borgarligu flokkunum frá seinastu samgongu aftur at fáa álit frá veljarunum.

Núverandi andstøðan fær 59,5 prosent av atkvøðunum, um val var í dag, svarandi til 20 tinglimir. Fólkaflokkurin og Sambandsflokkurin einsamallir standa fyri 53,7 prosentum og 18 tinglimum.

[object Object]
Í eini Spyrkanning frá november 2022 stóð Fólkaflokkurin til at fáa 12,6 prosent. Tað eydnaðist tí tá nýggja formanninum Beini Johannessen at vinna flokkin upp á 19 prosent til valið. Nú stendur Fólkaflokkurin til at fáa næstan 30 prosent (Mynd: Sverri Egholm)

Fýra tingsessir fram

Velkarakanningin gevur sum sagt Fólkaflokkinum 29,5 prosent, sum er ein framgongd á 10,6 prosentstig í mun til valið í desember 2022, tá Fólkaflokkurin varð triðstørstur. Við hesi undirtøku hevði flokkurin gingið fram við fýra tingsessum í mun til nú – úr 6 upp í 10 tingfólk.

Sambandsflokkurin fær nú undirtøku frá 24,2 prosentum, ein framgongd á 4,2 prosentstig, og 8 tinglimir – ein fleiri enn nú.

Javnaðarflokkurin er triðstørstur í kanningini. Hann gongur aftur við 8,4 prosentstigum og fær nú 18,2 prosent.

Tjóðveldi gongur aftur við 3,4 prosentstigum til 14,3 prosent.

Hesir báðir berandi stjórnarflokkarnir í løtuni standa harvið til at fáa ávikavist 6 og 5 sessir í løgtinginum. Javnaðarflokkurin stendur til at missa tríggjar og Tjóðveldi ein tingsess. Eisini triðji samgonguflokkurin, Framsókn, stendur til at missa ein tingsess.

Smáu flokkarnir eru aftur áleið javnt stórir. Miðflokkurin gongur 0,8 prosentstig aftur í mun til valið, og hevur undirtøku av 5,8 prosentum, meðan Framsókn verður minsti flokkur nú við 5,2 prosentum, sum er 2,3 prosentstig minni enn á valinum. Báðir flokkarnir standa til at fáa tveir tingsessir – í løtuni hevur Framsókn tríggjar.

Heldur ikki hesaferð megnar Sjálvstýrið at savna atkvøður til tingumboðan. Flokkurin fær 2,7 prosent av atkvøðunum, sambært kanningini, ein evarska lítil framgongd á 0,1 prosentstig.  

Heili 12,5 prosent av teimum spurdu hava ikki tikið støðu til hvønn tey høvdu valt, um val var nú.

Ónøgd yvir førda politikkin

Tað er ongin ivi um, at tað er ónøgd yvir førda politikkin, sum er orsøkin til, at atkvøðurnar flýggja frá nývrandi samgonguflokkum.

Teir veljarar, sum skifta flokk, vórðu í sambandi við veljarakanningina spurdir um orsøkina.

Kanningin vísir, at Framsókn er tann flokkurin, sum lutfalsliga stendur til at missa flest atkvøður. 46 prosent av teimum, sum atkvøddu fyri Framsókn seinast, høvdu ikki valt flokkin aftur nú.

Tey flestu av hesum siga orsøkina vera førdi politikkurin, 18 prosent siga, at tað serliga er førdi vinnupolitikkurin, meðan 27 prosent siga at tað eru aðrar orsøkir.

Tað var ikki møguligt at siga ósemjuna við sjúkrarøktarfrøðingarnar á arbeiðsmarknaðinum at vera orsøk til floksskiftið. Men við tað at forkvinnan í flokkinum, Ruth Vang, sum landsstýriskvinna við fíggjarmálum, hevur verið fortalari ímóti at ganga ynskjunum hjá sjúkrarøktarfrøðingunum á møti, kann tað hugsast at hetta eisini er orsøkin til at veljararnir flýggja.

36 prosent av veljarunum hjá Javnaðarflokkinum seinast siga seg ikki velja flokkin aftur nú. Av teimum siga tveir av trimum veljarum, 67 prosent, at orsøkin er vónbrot yvir førda politikkin.

[object Object]
Ruth Vang og Framsókn kunnu hava mist atkvøður orsaka av ósemjuni millum Fíggjarmálaráðið og sjúkrarøktarfrøðingarnar (Mynd: Sverri Egholm)


Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald



Greinin varð fyrstu ferð løgd út 11. november 2023

3
Leygardagur 11. november 2023

Ikki full undirtøka fyri Suðuroyartunnil

Tey flestu halda tó, at tunnilin eigur at koma upp í Skúvoy, um hann kemur

Skúvoy (Savnsmynd)
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

Føroyski veljarin er ikki so sannførdur um, at ein Suðuroyartunnil er so gott eitt hugskot.

Tað er einans 18 prosent, sum halda, at farast skal undir at bora tunnilin til Suðuroyar sum skjótast. Nógv tey flestu, 54 prosent, halda, at tunnilin einans skalt gera um vit vita, at tað er fíggjarliga ráðiligt. Meðan tað eru 22 prosent sum halda, at tunnilin ikki skal gerast.

Tað vísir ein veljarakanning, sum Spyr.fo hevur gjørt fyri BlaðiðVikuskifti. Spurningurin ljóðaði: “Hvat heldur tú um Suðuroyartunnilin.

Um vit hyggja eftir politiskum tilknýti, so kann lesast í tølunum, at tað er í Javnaðarflokkinum, at vit finna tann lutfalsliga størsta partin av veljarum, sum heldur at farast skal undir tunnilin sum skjótast.

Meðan vit finna lutfalsliga størst mótstøðu móti tunnilsætlanini millum veljararnar hjá Miðflokkinum og Framsókn.

Landafrøðiliga eru ikki teir stóru munirnir. Suðringar og sandoyingar eru mest jaligir móti tunnilsætlanini, meðan tey mest neiligu og ivandi eru í Eysturoy. Millum kynini er ikki tann heilt stóri munurin. Menninir eru tó meira jaligir fyri tunnlinum, meðan kvinnurnar eru tey mest ivandi.

39 prosent trúgva upp á tað

Vit spurdu eisini um veljarin trýr upp á, at Suðuroyartunnilin gerst veruleiki innan fyri tey fyrstu 10 til 15 árini. 61 prosent søgdu nei og 39 ja.

Sandoyingar og suðuroyingar (tey eru tald saman undir einum í kanningini), eru ikki heilt sannførd um at tunnilin blívur til nakað, 52 prosent siga nei og 48 ja. Í hinum økinum er trúgvin heldur lakari.

Eigur at koma upp í Skývoy

At enda settu vit í kanningini veljarunum spurningin, um tey halda, at Suðuroyartunnilin eigur at fara upp í Skúvoy.

Og úrsliti av hesi kanningini er, at flest føroyingar vilja hava, at tunnilin kemur upp í Skúvoynni. Nógv eru ivason (28 prosent) men nógv fleiri siga ja (42 prosent) enn nei (30 prosent).  


Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 11. november 2023

4
Leygardagur 11. november 2023

Bakkafrost byggir smoltstøð í Skálavík

Stendur væntandi klár í seinnu helvt av 2026

 
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Í seinnu helvt av 2026 er ætlanin, at nýggj smoltstøðin hjá Bakkafrost stendur klár í Skálavík.

Samlaða støddin á smoltstøðini fer at vera 28.600 rúmmetrar  og árliga framleiðslan verður umleið 6,5 milliónir smolt á 500 gramm. Harvið verður rúmførið á smoltstøðini í Skálavík á leið tað sama sum norðuri á Strond, sum er umleið 30.000 rúmmetrar.

Verkætlanin í Skálavík er ein partur av nýggju íløguætlanini hjá Bakkafrost, sum bleiv løgd fram í juni 2023.

Í henni stendur, at árini 2024-2028 fer fyritøkan at gera íløgur fyri á leið 3 milliardir í Føroyum. Seinastu fimm árini hevur Bakkafrost gjørt stórar íløgur í m.a. at útbyggja smoltstøðirnar í Glyvradali, á Norðtoftum og Viðareiði.

Endamálið er at ala laksin longri á landi, og harvið stytta vakstrartíðina á sjónum. Málið er tí at náa eina størri miðalvekt á smolti.

Bakkafrost heldur fram við samstarvinum við Nofitech at byggja smoltstøðina í Skálavík. Hetta er framhald av samstarvinum bæði á Glyvradali og Applecross í Skotlandi.

Robert Hundstad, stjóri hjá Nofitech, sigur:

- Vit eru sera fegin um at fáa møguleika at byggja triðju smoltstøðina saman við Bakkafrost, og vit síggja fram til at luttaka í enn einari spennandi verkætlan í laksavinnuni. Við at nýta sama snið og tøkni á smoltstøðunum fær Bakkafrost sera gott grundarlag at gagnnýta vitan og minka um váðarnar í verkætlanini og ikki minst deila vitan upp á tvørs í samtakinum. 

[object Object]
Regin Jacobsen, stjóri í Bakkafrost, og Robert Hundstad, stjóri hjá Nofitech


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 07. november 2023

5

Størv

Kom í shippinglæru hjá Samskip

Meira Umsóknarfreist:

Seniorrådgivare inom politikområdet utbildning och forskning till Nordiska ministerrådet i Köpenhamn

Meira Umsóknarfreist: 13. mai 2024

Fiskarøktarar til smoltstøðina á Fútakletti

Meira Umsóknarfreist: 13. mai 2024

Fulltrúi til Heilsumálaráðið

Meira Umsóknarfreist: 20. mai 2024

Musikkskúlaskipanin søkir eftir lærarum at byrja í august 2024

Meira Umsóknarfreist: 07. mai 2024

Námsfrøðingar og hjálparfólk til Sóljuhjarta

Meira Umsóknarfreist:

Trivnaðarleiðari til Runavíkar kommunu

Meira Umsóknarfreist: 12. mai 2024

Leiðari til Ítróttaanlegg – endurlýsing

Meira Umsóknarfreist: 26. mai 2024

Vísindastarv í støddfrøði, kt-didaktikki og/ella náttúru & tøkni á Námsvísindadeildini

Meira Umsóknarfreist:

Hevur tú hug at ríka gerandisdagin hjá lesandi?

Meira Umsóknarfreist: 22. mai 2024

Maskinsmiður ella líknandi til tunnilstoymið

Meira Umsóknarfreist: 13. mai 2024

Droymir tú um lærupláss í handli og sølu?

Meira Umsóknarfreist: 20. mai 2024
6 Leygardagur 11. november 2023

140 starvsfólk koyrd til hús

Bakkafrost hevur mist tolið við landsstýrinum. 140 fólk vórðu søgd úr starvi í vikuni tí færri langtíðarsáttmálar eru gjørdir fyri komandi árið

(Savnsmynd: Jens Kr. Vang)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Í morgin sigur Bakkafrost 140 starvsfólk úr starvi orsakað av, at færri langtíðarsáttmálar eru gjørdir fyri komandi árið. Tí verður tørvur á færri starvsfólkum at framleiða meirvirkaðar vørur úr laksi í 2024.

Starvsfólkini varðveita tó arbeiðið árið út, sigur Bakkafrost.

Longu í mars í ár boðaði Havbúnaðarfelagið frá, at nýggja tøkugjaldið fer at hava avleiðingar fyri júst hendan partin av virkseminum. Kunnandi fundur var fyri starvsfólkum tann 22. mai, men tveir mánaðir seinni - tann 22. juli – segði vinnumálaráðharrin á almennum tiltaki, at landsstýrið fór at finna eina loysn og broyta skipanina fyri meirvirkaðar vørur og langtíðarsáttmálar.

[object Object](Savnsmynd: Pól Sundskarð)

Tann 3. september segði vinnumálaráðharrin við dimma.fo, at ein loysn var á veg, og fólk kunnu vænta, at komið verður á mál í “hesari ella næstu viku”.  

Tann 2. oktober svaraði vinnumálaráðharrin einum fyrispurningi um meirvirking av laksi, og tá vóru boðini, “at arbeiðið er lagt til politiska viðgerð og niðurstøðan verður gjørd sum skjótast”.  

- Í dag er 7. november, og enn er eingin politisk niðurstøða gjørd. Arbeiðið við langtíðarsáttmálum er komið so langt ávegis, at í morgun hevur Bakkafrost samtakið boðað keypsskálanum frá, hvussu nógv er bundið higartil í sáttmálum fyri komandi árið. Hetta talið er 9% í mun til 22% í fjør, sum merkir, at minni enn helvtin er bundið í ár samanborið við sama tíðarskeið í fjør, sigur Bakkafrost í tíðindaskrivi.

- Vit høvdu vónað, at vit fingu nóg nógvar langtíðarsáttmálar, so vit kundu varðveita øll starvsfólkini, men fortreytirnar eru broyttar, serliga síðan nýggja tøkugjaldið bleiv samtykt. Vit høvdu eisini vónað, at politiskar broytingar vórðu gjørdar, men hetta bar tíverri ikki á mál, sigur Regin Jacobsen, forstjóri, í viðmerking. 

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 07. november 2023

7 Leygardagur 11. november 2023

Sjúkrarøktarfrøðingar hava stuðul í fólkinum

Tað vísir kanning, sum Spyr.fo hevur gjørt fyri Portalin og Blaðið Vikuskifti. 63 prosent hava samhuga við Óluvu í Gong heldur enn Ruth Vang

Ruth Vang, landsstýriskvinna við fíggjarmálum, og Óluva í Gong, forkvinna í Felagnum føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Tað er hjá sjúkrarøktafrøðingunum og fakfelagsforkvinnuni Óluvu í Gong, at samhugin hjá einum meiriluta av Føroya fólki liggur, vísir ein kanning, sum Spyr.fo hevur gjørt fyri Portalin og Blaðið Vikuskifti.

Spurningurin er partur av veljarakanning, sum varð gjørd í gjárkvøldið, og sum verður kunngjørd í Blaðnum Vikuskifti leygarmorgunin klokkan 7.

Spurt var "Hvør parturin í sáttmálatrætuni millum Felagið føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar og Fíggjarmálaráðið hevur tín samhuga?".

63 prosent svara, at samhugin er við Felagnum føroyskir Sjúkrarøktafrøðingar, 17 prosent hava samhuga við Fíggjarmálaráðnum, meðan 20 prosent siga seg ikki vita.

Um hugt verður eftir kynsbýtinum, eru tað 69 prosent av kvinnum og 58 prosent menn, sum hava samhuga við sjúkrarøktarfrøðingunum. Bara 11 prosent av kvinnunum og 22 prosent av spurdu monnunum hava samhuga við Fíggjarmálaráðnum.

Verkfallið hjá Felagnum føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar hevur mánadagin vart í seks vikur.

500 fólk vórðu spurd í kanningini, sum Spyr.fo gjørdi fyri Portalin og Blaðið Vikuskifti hóskvøldið.


Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 10. november 2023

8 Leygardagur 11. november 2023

Landsstýrið fer at samráðast um fiskiveiðisáttmála við Russland

Løgmaður staðfestir, at meiriluti í løgtinginum ynskir at halda fram við samstarvinum, og tí er avgerð tikin um tað at fara til samráðingar

Aksel V. Johannesen, løgmaður (Savnsmynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

- Vit mugu staðfesta at ein meiriluti í løgtinginum ynskir, at man fer til samráðingar fyri 2024. Og tí fer man tað.

Tað segði løgmaður, Aksel V. Johannesen, í Degi og viku í gjárkvøldið, nú landsstýrið hevur tikið avgerð um framhaldandi at hava fiskiveiðisamstarv við Russland.

- Vit liva í einum demokratiið, og tað er í síðsta enda meirilutin sum ræður, sigur Aksel V. Johannesen, sum annars hevur verið greitt ímóti samstarvinum við russar.

Samráðingarnar verða talgildar.

Havnarstongsulin, sum kom í gildi í summar, stendur við.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 10. november 2023

9 Leygardagur 11. november 2023

Fáa ikki útskrift frá løgregluni

Eingin hjálp at heinta á politistøðini hjá fólki, sum ynskja sær parkeringsbót í Gundadali endurrindaða. Hetta er eitt mál millum borgaran og kommununa, sigur løgreglan

(Savnsmynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Tað er ikki til løgregluna, tú skalt venda tær, um tú skalt hava pengar aftur fyri óheimilaðar parkeringsbøtur í Gundadali.

Hetta eru boðini frá vaktleiðaranum á løgreglustøðuni í dag, tá vit ringja at frætta nærri um hesar bøturnar.

Tórshavnar kommuna boðaði mikudagin frá, at tað nú ber til hjá fólki at søkja um at fáa afturrindað útreiðslur av parkeringsbøtum, sum tey hava fingið fyri ólógliga parkering í parkeringssonuni í Gundadali í tíðarskeiðnum 1. januar 2021 til 15. september 2023.

Í umsóknini skal navn, kontonummar, kvittan fyri at bótin er goldin og sjálv bótin vera viðheft.

Kommunan sigur, at um tey hava beint upprunaligu bótina burtur, kann ein nýggj útskrift av bótini fáast frá løgregluni. Men soleiðis er ikki.

Hetta er eitt mál millum borgaran og kommuna og tað hjálpir ikki at biðja okkum um útskrift, tí tað fáa fólk ikki.

- Vit møta fólki við einum smíli og einari vegleiðing um at venda sær til kommununa, sigur vaktleiðarin.

1776 parkeringsbøtur vóru skrivaðar í økinum í hesum tíðarskeiðinum.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 10. november 2023

10 Leygardagur 11. november 2023

Kristian R. Davidsen kemur aftur til Føroya Tele

Kristian R. Davidsen tekur við starvinum sum samtaksstjóri í Føroya Tele í fyrsta ársfjórðingi 2024. Nevndin í Føroya Tele fegnast um, at fyrrverandi stjórin í samtakinum, ið hevur sera drúgvar royndir á fjarskiftisøkinum, er sinnaður at taka eitt tørn aftrat

 
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Kristian R. Davidsen, sum var samtaksstjóri í Føroya Tele árini 2006-2015, hevur seinastu átta árini verið stjóri í almenna grønlendska tele- og flutningsfelagnum, Tusass, og hann vendir í næstum aftur til Føroya Tele.

- Kristian R. Davidsen kennir fjarskiftisøkið sera væl. Harumframt hevur hann serliga vitan um fjarskifti í fjarskotnum økjum, eftir at hann bæði hevur drúgvar royndir úr Føroyum og Grønlandi. Nevndin metir, at hann er rætti persónurin at standa á odda fyri Føroya Tele næstu árini, staðfestir Bjarni Arnason, nevndarformaður í Føroya Tele.

Nevndarformaðurin leggur dent á, at Kristian R. Davidsen hevur røttu tøkniligu, búskaparligu og umsitingarligu førleikarnar, at hann hevur verið partur av stóru altjóða menningini á fjarskiftisøkinum seinastu 15 árini, umframt at hann hevur drúgvar royndir og holla vitan um samspælið millum ymisku áhugapartarnar á fjarskiftisøkinum.

Kristian R. Davidsen hevur harumframt alla tíðina verið partur av føroyskum vinnulívi, tó at hann hevur starvast í Grønlandi. Hann er nevndarlimur í BankNordik og nevndarformaður í Landsbyggifelagnum. Hann hevur eisini verið nevndarlimur í NEMA, har hann óbeinleiðis ígjøgnum annað felag hevur átt minnilutapartabrøv. Hesin nevndarsessurin hevur givið honum høvi at fylgja við gongdini á føroyska fjarskiftismarknaðinum.

Kristian R. Davidsen gleðir seg til eitt tørn aftrat á Føroya Tele, har hann eisini treivst væl, tá boð vóru eftir honum úr Grønlandi at taka við avbjóðingunum, sum almenna grønlendska tele- og flutningsfelagið hevði.

- Eg fegnist um møguleikan at koma aftur til Føroya – bæði til eitt gott heim og eitt gott arbeiðspláss. Tað eri eg sera takksamur fyri, og tað er við stórum áhuga, at eg fari til verka aftur fyri Føroya Tele at flyta samtakið víðari í fjarskiftistilgongdini, sum gongur við rúkandi ferð, sigur Kristian R. Davidsen.

Í Grønlandi hevur hann staðið á odda fyri at útbyggja grønlendska fjarskiftisnetið fyri 800 milliónir krónur árini 2017-2020, og haraftrat er hann í holt við útbyggingar fyri eina milliard krónur, sum eru ásettar fyri tíðarskeiðið 2021-2024.

Tusass í Grønlandi hevur um hendi bæði fjarskifti, post og flutning á einum risastórum landaøki, umframt at felagið umsitur kritiskan infrastruktur fyri flogferðsluna, donsku verjuna og amerikansku verjuna.

Føroya Tele skal áhaldandi flytast frameftir í samsvari við tøknifrøðiligu menningina og krøvini til trygd. Nakrar av fremstu raðfestingunum hjá samtaksstjóranum verða at tryggja, at verkætlanir sum 5G og “Fipur til Heimið” í mest møguligan mun gagna brúkarunum, og at fjarskiftissambandið hjá Føroyum við útheimin verður ment.

Kristian R. Davidsen tekur ætlandi við sum samtaksstjóri í Føroya Tele í fyrsta ársfjórðingi 2024, tá hansara verandi starvsviðurskifti við Tusass eru endaliga avgreidd.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 08. november 2023

11 Leygardagur 11. november 2023

Hans Jákup Langgaard verður nýggjur stjóri á Posta

Hann tekur við starvinum 1. desember

Hans Jákup Langgaard
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Nevndin á Posta hevur sett Hans Jákup Langgaard sum stjóra á Posta. Hans Jákup tekur við starvinum tann 1. desember. Hann hevur drúgvar leiðsluroyndir úr m.a. FT Samskifti sum stjóri og vinnukundastjóri, umframt sum sølustjóri hjá Elektron. Hans Jákup er útbúgvin datanom, og hevur ein MBA úr Henley Business School. Hann er 57 ár og búsitandi í Leirvík.

- Vit fegnast um at bjóða Hans Jákupi vælkomnum til Posta. Hann hevur drúgvar leiðsluroyndir, hevur dirvi og stórt kundafokus. Við fakligu førleikunum, royndunum og persónligu eginleikunum er nevndin sannførd um, at hann er tann rætti at taka við stjórasessinum. Og kósin fyri framman er spennandi, sigur nevndarformaðurin á Posta, Joen Magnus Rasmussen.

Sjálvur sigur Hans Jákup, at hann gleðir seg til nýggja starvið.

- Eg fegnist um at gerast partur av Posta og at fáa møguleikan fyri at virka fyri enn betri flutningi bæði til privat- og vinnukundar. Posta hevur allar dagar havt ein stóran leiklut í føroyska samfelagnum. Eg gleði meg til at fara til verka og at byggja víðari á góða grundarlagnum og at styrkja sambandið til okkara kundar. Samstundis veit eg, at Posta er eitt gott arbeiðspláss við dugnaligum starvsfeløgum, sigur Hans Jákup.

Seinastu árini hevur Posta verið í stórari menning, og virksemið er broytt munandi. Meginparturin av virkseminum er í dag fraktflutningur: innanlands, men eisini til- og úr Føroyum. Týdningarmiklastu uppgávurnar hjá nýggja stjóranum verða at styrkja raksturin, menna felagið og vaksa um virksemið.

Síðani Joel undir Leitinum fór úr starvi í summar, hevur Jógvan Joensen, fíggjarleiðari, verið virkandi stjóri.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 10. november 2023

12 Leygardagur 11. november 2023

Meiriluti vil hava fiskivinnusamstarv við Russland

56 prosent av føroyingum halda, at Føroyar sklulu hava fiskiveiðuavtalu við Russland. Tað vísir kanning sum Spyr.fo hevur gjørt fyri Kringvarpið

56 prosent av teimum spurdu halda, at Føroyar skulu hava fiskivinnuavtalu við Russland (Skíggamynd: Kvf.fo)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Ein meiriluti av føroyingum halda, at Føroyar framhaldandi skulu hava fiskivinnuavtalu við Russland.

Tað vísir ein kanning, sum Spyr.fo hevur gjørt fyri Kringvarpið.

56 prosent av teimum spurdu svaraðu ja, tá spurningurin "Skulu Føroyar hava fiskivinnuavtalu við Russland" varð settur, og 26 prosent svaraðu nei. 17 prosent søgdu seg ikki vita.

Um hugt verður nærri eftir tølunum, er tað serliga uttan fyri høvuðsstaðin, at hildið verður, at samstarvið skal halda fram. 65 prosent uttan fyri høvuðsstaðin halda, at Føroyar skulu gera nýggja fiskivinnuavtalu við Russland, og 21 prosent eru ímóti.

Í høvuðsstaðnum er eisini ein meiriluti sum ynskir samstarv við Russland. 44 prosent taka undir við at gera fiskivinnuavtalu við Russland, og 34 prosent sum siga nei, vísir kanningin, sum Spyr.fo hevur gjørt fyri Kringvarpið.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 06. november 2023

13
Leygardagur 11. november 2023

Útróðrarbáturin helst sokkin

Báturin, sum fór at leka og sum rak fyri vág og vind mikudagin, hevur ikki verið at sæð aftur og er helst sokkin, sigur MRCC

(Mynd: Jn.fo)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Útróðrarbáturin sum fór at leka vestur úr Sandoynni mikudagin, er ikki sæddur aftur, og er helst sokkin. Tað sigur vakthavandi á MRCC við útvarpið í morgun.

Tað var nakað eftir middagsleitið at báðir menninir umborð boðaðu frá, at báturin var farin at leka, og at teir vóru farnir í bjargingardraktirnar. Løtu seinni vóru teir fingnir upp í bjargingartyrluna og á Landssjúkrahúsið.

[object Object](Mynd: Jn.fo)

Bátar komu á staðið, men líkindini vóru vánalig hendan dagin, og tað bar ikki til at fáa pumpu umborð á bátin. Avgerð varð tikin um at rýma frá bátinum, sum tá var holvdur, og hann hevur altso ikki verið at sæð síðan.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 10. november 2023

14
Leygardagur 11. november 2023

Gamal kenningur á veg í føroyska flotan

Eitt reiðarí í Sandavági við Hálvdan Gudmundsen á odda, hevur ætlanir um at keypa eitt frystilínuskip úr Grønlandi

Polar Ummannaq hevur fyrr havt heimstað í Føroyum, og hevði tá navnið Stapin (Mynd: Marinetraffic.com)
SkrivaÐ:

Kiran Jóanesarson

Talan er um frystulínuskipið Polar Ummannaq, sum skal avloysa Havbúgvan, sum er bygdur í Noregi í 1959, og sostatt er heili 64 ára gamal.

Seinastu tíðina hevur grønlendska frystilínuskipið Polar Ummannaq ligið í Svendborg í Danmark, og sum skilst er alt tað endaliga ikki komið uppá pláss enn. 

Polar Ummannaq er bygdur á Karstensens skipasmiðjuni í Skagen í 1988. Skipið hevur havt nøvnini Loran, Gandi og Stapin.

Tað var felagið Regn á Toftum, sum átti skipið frá 2002 til 2010 tá ið tað kallaðist Stapin.

Polar Ummannaq er 30 metrar langur og 10 metrar breiður.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 10. november 2023

15
Leygardagur 11. november 2023

Meira smolt – færri góðskaðar vørur

Bakkafrost hevði eitt lakari úrslit í triðja ársfjórðingi, sammett við í fjør. Fiskurin á sjónum er ikki vaksin nóg væl

(Mynd: Bakkafrost)
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

Rakstrarúrslitið hjá Bakkafrost samtakinum fyri triðja ársfjórðing í ár var 269 milliónir krónur, í mun til 325 milliónir krónur sama tíðarskeið í fjør. Úrslitið eftir skatt var 219 milliónir krónur, í mun til 249 milliónir sama tíðarskeið í fjør. 

Í viðmerking sigur Regin Jacobsen, stjóri:

- Geirin fyri framleiðslu av fiskamjøli, lýsi og fóðri hevur gjørt eitt megnaravrik í hesum ársfjórðinginum, men vit eru ikki nøgd við gongdina í aligeiranum.

- Seinastu árini hava vit støðugt fingið fiskin í føroysku sjógvalingini at vaksa betur og skjótari, og í fjør var vøksturin serliga góður. Í hesum ársfjórðinginum hevur vøksturin tó verið munandi lakari, enn vit høvdu væntað.

Vatngóðskan á alistøðum hevur stóran týdning

Regin Jacobsen heldur fram:

- Serliga illa vaksin er tann fiskurin, sum í august 2021 varð útsettur fyri vánaliga vatngóðsku, orsakað av byrjunartrupulleikum á smoltstøðini.  Avleiðingarnar fyri fiskin sóust  í triðja ársfjórðingi 2023, tá ið fiskurin varð tikin. Hetta vísir á týdningin av at hava eina javna góða góðsku á smoltinum, ið verður framleitt á smoltstøðunum. Hetta er nakað vit fara at leggja serliga stóran dent á, nú vit økja framleiðsluna av stórum smoltum við víðkaðu smoltstøðunum á Norðtoftum, Glyvradali og Viðareiði, eins og á Applecross smoltstøðini í Skotlandi. Nú hava vit eisini gjørt avtalu um næstu stóru smoltstøðina ið verður bygd í Skálavík.

- Í mai gjørdu vit eina royndarútseting í Skotlandi við stórum smoltum frá Applecross smoltstøðini, og vit eru væl ávegis við at økja framleiðsluna av stórum hágóðsku smolti haðani. Fyri at minka um lívfrøðiliga váðan í Skotlandi, hava vit endurskoðað strategiina fyri komandi árini. Hægri enn áður fara vit at raðfesta egin framleidd hágóðskusmolt og komandi ár fer Applecross smoltstøðin at lata nærum øll smolt til sjógvalingina.

[object Object]Regin Jacobsen, stjóri (Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

Upp á 500 gramm í Skotlandi komandi ár

- Eisini ætla vit at gera eina roynd við 500g smolti í Skotlandi longu í fyrsta ársfjórðingi komandi ár. Vit hava váðamett øll aliøkini í Skotlandi, og fara at tillaga útsetingina hareftir. Tað merkir millum annað, at nøkur aliøkir ikki verða nýtt, fyrr enn vit eru før fyri at minka lívfrøðiliga váðan við stórum hágóðskusmolti.

- Í Føroyum og Skotlandi hava vit avgjørt at útseta nakað av tøku til fyrst í komandi ári. Harvið verður fiskurin størri og kann seljast fyri hægri prís. Síðani miðskeiðis í september er lívfrøðiliga gongdin í Skotlandi batnað munandi og í Føroyum er hon munandi betrað. Tískil er ráðiligt at útseta tøkuna, eins og vit gjørdu í Skotlandi um somu tíð í fjør, ið vísti seg at vera sera væl eydnað.

Metlág lúsatøl

- Lúsastøðan hjá Bakkafrost er góð, bæði í Føroyum og í Skotlandi, við metlágum lúsatølum. Nýggj tøkni, serliga við feskvatni,  hjálpir sera væl at basa laksalúsini, eins og hon avmarkar avleiðingarnar á heilsuna hjá laksinum, sum vit serliga hava havt trupulleikar av í Skotlandi í hesum ársfjórðinginum.

- Marknaðurin fyri laks er góður og vøksturin í útboðnum av laksi er avmarkaður komandi ársfjórðingarnar. Kinesiski marknaðurin hevur tikið seg upp aftur, og vit hava eisini styrkt okkara støðu á amerikanska marknaðinum. Vit vænta at prísurin á laksi verður høgur í fyrru hálvu av 2024.

Tøkugjald rakar framleiðsluna av liðugtvørum

- Sum Bakkafrost áður hevur víst á, er nýggja tøkugjaldið í Føroyum ein dyggur smeitur fyri liðugvøruframleiðsluna, sum orsakað av broytingunum fyrr í ár,  verður meira váðafull. Orsakað av hesum, minka vit munandi um liðugvøruframleiðsluna komandi ár. Hetta sæst aftur við at vit fyri komandi ár bert hava gjørt avtalur um liðugvørur svarandi til 9 prosent av tøkuni, ið er minni enn helvtin av teimum 22 prosentunum vit høvdu gjørt avtalu um somu tíð í fjør, sigur Regin Jacobsen, stjóri at enda.

Tóku næstan 110.000 tons 

Havsbrún tók ímóti 109.685 tons (76.182 tons) – tøl í klombrum vísa til sama tíðarskeið árið fyri – av ráfiski í triðja ársfjórðingi 2023. Rakstrarúrslitið, EBITDA, av framleiðsluni av fiskamjøli, lýsi og fóðri var 316 milliónir krónur (119 milliónir) og fóðursølan var 35.903 tons (37.763 tons).

Fyrstu níggju mánaðirnar í 2023 tók Havsbrún ímóti 413.485 tons (251.763 tons) av ráfiski og framleiðslan av fiskamjøli, lýsi og fóðri hevði eitt rakstraravlop, EBITDA lutfall, á 23 prosent (20 prosent).

Í smoltaligeirunum í Føroyum og Skotlandi vórðu 5,8 milliónir (6,6 milliónir) smolt sett á sjógv í triðja ársfjórðingi 2023: 3,3 milliónir (4,1 milliónir) í Føroyum og 2,5 milliónir (2,4 millionir) í Skotlandi.

Fyrstu níggju mánaðirnar í 2023 vórðu íalt 16,3 milliónir (17,0 milliónir) smolt sett á sjógv: 9,0 milliónir (9,4 milliónir) í Føroyum og 7,3 milliónir (7,5 millionir) í Skotlandi.

Í triðja ársfjórðingi 2023 var rakstrarúrslitið í smoltaligeiranum í Føroyum 47 milliónir krónur (86 milliónir), svarandi til 34,67 krónur (51,69 krónur) fyri hvørt kilo av sjósettum smoltum. Í smoltaligeiranum í Skotlandi var rakstrarúrslitið 17 milliónir krónur (11 milliónir), svarandi til 59,79 krónur (42,55 krónur) fyri hvørt kilo av sjósettum smoltum.

Sjógvaligeirarnir fingu lægri søluprís í triðja ársfjórðingi 2023, í mun til sama tíðarskeið árið fyri. Tøkan í Føroyum var á leið tann sama sum sama tíðarskeið árið fyri, meðan tøkan í Skotlandi var lægri enn sama tíðarskeið árið fyri. Í triðja ársfjórðingi 2023 hevði sjógvaligeirin í Skotlandi útreiðslur av óvanligum felli, svarandi til 184 milliónir krónir (121 milliónir).

Samlaða tøkan í Føroyum og Skotlandi í triðja ársfjórðingi 2023 var 20.840 tons kruvd vekt (24.950 tons): 16.740 tons (16.850 tons) í Føroyum og 4.100 tons (8.100 tons) í Skotlandi.

Fyrstu níggju mánaðirnar í 2023 var samlaða tøkan í Føroyum og Skotlandi 55.939 tons í kruvdari vekt (66.129 tons): 36.403 tons (47.410 tons) í Føroyum og 19.536 tons (18.719 tons) í Skotlandi.

Sjógvaligeirin í Føroyum hevði eitt rakstraravlop á 108 milliónir krónur (274 milliónir), svarandi til 6,47 krónur/kg (16,29 krónur/kg) í triðja ársfjórðingi 2023. Sjógvaligeirin í Skotlandi hevði eitt rakstrarhall á 282 milliónur krónur (rakstrarhall á 180 milliónir), svarandi til 68,70 krónur/kg (rakstarhall á 22,25 kr/kg) í sama tíðarskeiði.

Tænastugeirin hevði eitt rakstaravlop á 21 milliónir krónur (15 milliónir), svarandi til 0,99 krónur/kg (0,59 krónur/kg) í triðja ársfjórðingi 2023. Rakstraravlopið í prosentum var 10 prosent (7 prosent).

Í triðja ársfjórðingi 2023 var samlaði umsetningurin hjá sølugeiranum 2.188 milliónir (2.298 milliónir), við einum rakstraravlopi á 78 milliónir krónir (43 milliónir). Rakstraravlopið í prosentum var 4 prosent (2%). Rakstraravlopið var 3,73 krónur/kg (1,72 kr/kg).

Nettoskuldin hjá Bakkafrost var 3.045 milliónir krónur við endan á triðja ársfjórðingi 2023, í mun til 2.664 milliónir krónur við ársendan 2022. Bakkafrost hevði 2.339 milliónir krónur í ótroyttum kredittum við endan av triðja ársfjórðingi 2023.

Soliditeturin var 61 prosent (62 prosent) við endan á triðja ársfjórðingi 2023.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 07. november 2023

16 Leygardagur 11. november 2023

SSL og Visit Faroe Islands gjørt ferðaskráir um farleiðir í Føroyum

- Í nógvum av teimum væl vitjaðu støðunum í Føroyum, sum t.d. á Kalsoynni og í Tjørnuvík, er tað ein avbjóðing tá ov nógvir bilar koma til støðini. Samstarvið millum ferðavinnuna og samferðsluna skal stykjast

Eitt av úrslitunum av nýggja samstarvinum eru fýra ferðaskráir, ið greiða frá hvussu ferðafólk kunnu gera dagstúrar úr miðstaðarøkinum til Gásadals, Tjørnuvíkar, Kalsoynna, og Suðuroynna við at nýta almenna ferðslu, súkklu og ganga eftir almennu bygdagøtunum (Mynd: ssl.fo)
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Visit Faroe Islands og Strandferðslan hava seinastu tíðina arbeitt fyri at styrkja samstarvið millum ferðavinnuna og samferðsluna, ið Strandferðslan varar av. Sum partur av hesum hava partarnir í felag arbeitt við ítøkiligum tiltøkum, hvørs endamál er at vísa á møguleikan hjá ferðafólki at ferðast í Føroyum við almennari ferðslu, ið er ein meira burðardyggur háttur at ferðast uppá.

Eitt av úrslitunum av hesum samstarvinum eru fýra ferðaskráir, ið greiða frá hvussu ferðafólk kunnu gera dagstúrar úr miðstaðarøkinum til Gásadals, Tjørnuvíkar, Kalsoynna, og Suðuroynna við at nýta almenna ferðslu, súkklu og ganga eftir almennu bygdagøtunum.

Hetta er eisini kjølfest í nýggju ferðavinnustrategiini ’Heim’ hjá Visit Faroe islands, ið varð løgd fram í Norðurlandahúsinum í síðstu viku. M.a. byggir nýggja strategiin á nøkur av heimsmálunum hjá ST um burðardygga menning, og verður tað staðfest í málið nr. 11 um burðardyggir býir og bygdir, at eitt av málunum er at ’styrkja um nýtsluna av almennum flutningi og burðardyggari ferðslu, við at gera tað lættari at brúka almenna samferðslukervið í Føroyum’. Her verður Strandferðslan ein sjálvsagdur samstarvsfelagi, av tí at vit umsita almennu samferðsluna í Føroyum.

Í nógvum av teimum væl vitjaðu støðunum í Føroyum, sum t.d. á Kalsoynni og í Tjørnuvík, er tað ein avbjóðing tá ov nógvir bilar koma til støðini, og samferðslan ikki er gjørd til slíka ferðslu. Samstundis hevur hetta eisini verið til stóran ampa fyri íbúgvararnar á hesum støðunum. Tí er tað sera gleðiligt og ynskiligt at ferðafólk nýta okkara farleiðir enn meira, og á henda hátt kunnu vit gera okkara til, at royna at tálma trýstinum frá bilaferðsluni á smáplássum í háárstíð.

Strandferðslan er eisini tilvitað um at arbeiða burðardygt og at taka neyðug atlit til útoyggjabúgvar, við at lurta eftir teirra ynskjum. Hóast vit ynskja at samstarva við ferðavinnuna eru vit eisini varug við, at vit hava eina lógarfesta flutningsskyldu at halda okkum til. Hetta er eisini hugsað inn í okkara bíleggingarskipan, við tað at vit hava tryggjað at tað altíð eru nøkur pláss tøk fyri teimum fastbúgvandi á útoyggjunum, soleiðis at ferðafólk og ferðaskrivstovur ikki leggja seg á øll plássini.

Tó gleðast vit um hetta samstarvið og vóna at hetta heldur áfram, við enn fleiri felags átøkum.

Áðurnevndu ferðaskráirnar eru komnar út á prent, og kunnu fáast hjá Visit Tórshavn, umframt at tær eisini eru tøkar á alnótini. Tú kanst síggja tær her.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 07. november 2023

17 Leygardagur 11. november 2023

Semja undirskrivað millum Fíggjarmálaráðið og Yngri Læknar Føroyar

Semja varð í vikuni gjørd millum Yngri Læknar Føroyar og Fíggjarmálaráðið fyri eitt trý ára tíðarskeið

 
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Semja var mánadagin gjørd millum Yngri Læknar Føroyar og Fíggjarmálaráðið fyri eitt trý ára tíðarskeið. Semjan byggir á ein lønarkarm, sum fyrsta árið er 3,8 prosent og næsta árið er 4,04 prosent.

Triðja árið verður tað sama sum onnur feløg fara at fáa á almenna arbeiðsmarknaðinum. Eisini eru nakrar broytingar gjørdar í sáttmálatekstinum.

Tað nýggja í semjuni er, at ein avtala er gjørd um at arbeiða við eini høvuðsavtalu í sáttmálaskeiðinum. Hetta er ein høvuðsavtala, sum er ein yvirornað avtala, sum skipar viðurskiftini millum arbeiðsgevarar og arbeiðstakarar.

– Nýggja semjan við Yngri Læknar Føroyar er góð, og tað er gott, at semjan røkkur longur enn tvey ár fram. Hetta ger, at partarnir fáa stundir og frið at arbeiða við øðrum týðandi tættum og koma víðari við lønarsamráðingunum. Men tað, sum eg eri serliga glað fyri við hesi semju, er, at partarnir eru samdir um at arbeiða við eini høvuðsavtalu í sáttmálaskeiðinum, sigur Ruth Vang, landsstýriskvinna við fíggjarmálum.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 06. november 2023

18
Leygardagur 11. november 2023

Stórt laksakar flutt úr Runavík til Strendur

MEST hevur latið eitt buffara- og kølikar á 30 rúmmetrar til Mowi

(Mynd: Ólavur Frederiksen)
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

Laksavirkið hjá Mowi á Strondum hevur júst fingið eitt nýtt sokallað buffara- og kølikar, sum verður brúkt til buffara, køling og útbløðing av laksi til tess av fáa tað bestu góðskuna burturúr.

Tað er MEST, sum hevur gjørt hetta 30 rúmmetra stóra karið, “Twister”, í løllini á havnarlagnum í Runavík. Karið varð flutt á longum viðfestivogni við hjálp frá løgregluni gjøgnum undirsjóvartunnilin tvørtur um Skálafjørðin.

MEST lat í desember eitt líknandi buffarakar til Bakkafrost – tó nakað minni enn hetta, skrivar MEST.

Myndirnar hevur Ólavur Frederiksen tikið

[object Object]

[object Object]


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 06. november 2023

19 Leygardagur 11. november 2023

Rúni Klein Joensen nýggjur leiðari á Ørkini

49 ára gamli gøtumaðurin tekur við starvinum 11. desember

Seinastu árini hevur Rúni Klein Joensen javnan verið at hoyra sum frásøgufólk til fótbólt í Televarpinum (Savnsmynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Føroyska sjómansheimið í Reykjavík, Hotel Ørkin, fær 11. desember nýggjan leiðara. Trúboðin skrivar, at Rúni Klein Joensen er nýggjur leiðari.

Hann er 49 ára gamal og hevur handilsskúla og hevur lisið handilsbúskapi við sergrein innan samskifti, sølu og leiðslu. Hann hevur millum annað, starvast sum sølumaður og leiðari. Síðstu 12 árini hevur Rúni verið ognarseljari. Hann er familjumaður, og í frítíðini fyllir ítrótturin nógv.

Eitt av hansara arbeiðum fyrst í komandi árið, verður at samskipað sjálvbodna arbeiðið, sum skal gerast í apríl. Tá fara fleiri fólk yvir á Ørkina at skifta restina av vindeygunum, mála, og gera annað viðlíkahaldsarbeiði, sum er framhald av tí arbeiði sum byrjaði í apríl í ár.

Barbara H. Jensen, sum hevur verið leiðari á Ørkini síðani august 2020, gavst 31. oktobur.  Inntil Rúni tekur við 11. desembur er Rúni Hentze, leiðari

[object Object]

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 10. november 2023

20 Leygardagur 11. november 2023

Øra skøra – tiltak um innræsnar plantur

Tiltak verður í Løgkshøll mikudagin um plantur, ið gera meira skaða enn gagn

 
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Vit kenna hana øll – ljósagrøna plantan, sum hóast sín vakurleika, ger meira skaða enn gagn. Ein nýggj altjóða frágreiðing hjá IPBES vísir, at innræsnar plantur eru orsøk til størsta partin av minkingini í náttúrufjølbroytni.

Innræsnar plantur gera um seg kring allan heimin – og vit síggja tær eisini í føroysku náttúruni. Sum dømi um slíkar innræsnar plantur kunnu nevnast garðaskøran, sponsk hindber og blóðdroparunnur, vælkend undir navninum fuchsia.

Mikukvøldið 15. novembur fer Náttúrunetverkið við Runavíkar kommunu at odda at varpa ljós á evnið við einum almennum tiltaki í Løkshøll.

Á tiltakinum, sum eitur ”Øra skøra”, fara serfrøðingar at greiða frá um innræsnar plantur bæði á altjóða støði og í Føroyum, umframt at geva praktiska vegleiðing í, hvussu innræsnu planturnar kunnu basast. Aftaná verður pallborðskjak, og høvi verður at seta serfrøðingunum spurningar úr salinum.

Millum teirra, sum fara at hava orðið á tiltakinum eru Sjúrður Hammer frá Umhvørvisstovuni um nýggja altjóða frágreiðing (IPBES), Kolbrún í Haraldsstovu frá Tjóðsavninum um innræsnar plantur í Føroyum og Rakul Arnfríð Dam frá Skógrøkt Landsins og Búgvi Róin frá Vága kommunu um fyribyrging og týning av innræsnum plantum.

Hesi somu sita í pallborðskjakinum aftaná.

Øra Skøra verður í Løkshøll mikukvøldið 15. november klokkan 19. 

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 07. november 2023

21 Leygardagur 11. november 2023

Kærlighedsstien endurskaptur í jólahami

Har, sum áin liggur, var í gomlum døgum ein smøl gøta, har tað helst hevur verið hugnaligt hjá ungum pørum at ganga í hálvaskýmingini, tí gøtan fekk ikki annað navn enn Kærlighedsstien

(Mynd: Tórshavnar kommuna)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Mest spennandi parturin av jólahaldinum í miðbýnum er ein “ljóstunnil”, sum verður framvið ánni á Vaglinum. Hetta verður alt gjørt við gamla “kærlighedsstien” í huga.

Niels Finsens gøta var fyrsta gøta í Føroyum, sum hevði gongubreytir báðumegin. Navnið Vaglið sigst koma av, at her sótu ungdómar á gelendaranum framvið ánni, eins og hønur og hanar á einum vagli. Vaglið var savningarstaðið í Havn.

Har, sum áin liggur, var í gomlum døgum ein smøl gøta, har tað helst hevur verið hugnaligt hjá ungum pørum at ganga í hálvaskýmingini, tí gøtan fekk ikki annað navn enn Kærlighedsstien. Danskt mátti tað vera.

“Á Áarvegnum gingu vit um summarið í eini gandaverð við tutlandi vatni og bleiktrandi leyvi, einum ævintýri av ribsrunnum, gullregni og royniviði...”skrivaði William Heinesen.

Herfyri stungu Súsanna Sondum frá VisitTórshavn og Jóannes B. Lamhauge frá Býarskipanardeildini hjá Tórshavnar kommunu høvdini saman at finna útav, hvussu miðbýurin skuldi pyntast til jóla. Partur av úrslitinum sæst á hjáløgdu myndum, sum Jóannes hevur teknað.

Tað vera jólahús og sølubásar og ymiskt undirhald í Betri-garðinum, í tinghúsgarðinum og í gamla kommunuskúlagarðinum frammanfyri Ráðhúsið, har ein heilur jólabýur verður settur upp.

Men tað mest spennandi er ein “ljóstunnil”, sum verður framvið ánni. Hetta verður alt gjørt við gamla “kærlighedsstien” í huga. Arbeiðið er farið í gongd og skal alt verða liðugt í triðju viku í november.

Súsanna sigur, at tá tað frættist um hetta í býnum, tá vóru enntá fólk, sum spurdu um møguleikan at verða vígd á “kærlighedsstien” annað jólakvøld. So spennandi og romantiskt var hetta.

[object Object]
(Mynd: Tórshavnar kommuna)


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 07. november 2023

22 Leygardagur 11. november 2023

Eivør aftur í Sjónleikarhúsinum

- Ein konsertferð kennist endaleys uttan at spæla í Føroyum eisini, sigur Eivør, sum fer at spæla tvær konsertir í Sjónleikarhúsinum síðst í desember

 
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Fríggjadagin 29. og leygardagin 30. desember spælir Eivør tvær konsertir í Sjónleikarhúsinum í Havn. Hetta er eitt forkunnugt høvi aftur at hoyra hana á føroyskum palli.

Eivør hevur í 23 ár ferðast við sínum tónleiki kring heimin, men hevur ongantíð gloymt sínar røtur, og hevur tí regluliga spælt konsertir í Føroyum.

Tað er tó ein sannroynd, at Eivør seinastu árini hevur ferðast so víða og so nógv við sínum tónleiki kring heimin, at vit ikki hava havt so nógv høvi at hoyra hana á heimavølli.

Tí gleða Eivør og bólkurin seg til at spæla heima á klettunum aftur. Hetta er ein bólkur í toppformi, ið hevur vitja víðagitnar pallar sum eitt nú Hollywood Bowl og Hammersmith Apollo í London.

Í fjør vann Eivør Norðurlendsku tónleikaheiðurslønina. Ein viðurkenning, ið telist millum tær størstu um okkara leiðir.

Heiðurslønin kom í kjalarvørinum av hennara 9. útgávu Segl, ið hevur ført Eivør kring allan heimin. Hon hevur eisini fingið nógvar nýggjar lurtarar, eftir at hava skrivað tónleik til sjónvarpsrøðina The Last Kingdom, og sungið í telduspælinum God of War.

Eivør greiðir frá, at hesar konsertirnar eru eitt slag av einum endabresti av einum kapitli. Í næsta ár kemur ein nýggj útgáva út. Áðrenn eitt nýtt kapittul byrjar við nýggjari útgávu og fleiri konsertferðum, ynskir hon at koma aftur til røturnar, og spæla fyri sínum trúgvu fjepparum her heima á klettunum.

Konsertirnar vera í Sjónleikarhúsinum, ið er vorðið heimskent á Youtube, við framførsluni av Falling Free, ið hevur tvær milliónir vísingar á Youtube. Tann upptøkan er frá nógv fagnaðu konsertunum, ið Eivør hevði har fyri seks árum síðan.

Á konsertini fara Eivør og bólkurin at framføra eitt bland av tónleiki. Løg av SEGL, SLØR og eisini løg av eldri útgávum. Umfamt tað, fara tey eisini at framføra onkran filmstónleik frá The Last Kingdom.

- Ein konsertferð kennist endaleys uttan at spæla í Føroyum eisini, sigur Eivør.

- Bólkurin er mannaður av:
Mikael Blak
Per I. Højgaard Petersen
Mattias Kapnas
Theodor Kapnas

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 10. november 2023

23 Leygardagur 11. november 2023

Lykkenborg á The Barbican

Føroysk leiklist á altjóða pall í mentanardepli í London. Enska frumframførslan verður 28. februar

Kristina Sørensen Ougaard hevur høvuðsleiklutin í Lykkenborg (Mynd: Gwenaël Akira Helmsdal Carré)
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Tað eru ikki einans føroyska hondbóltslandsliðið, sum megnar at spæla seg inn á stóra altjóða pallin. M.A. Jacobsens virðislønti leikbólkurin Det Ferösche Compagnie tekur í løtuni eitt megnar tak fyri føroyska leiklist.

Undir heitinum “Castle of Joy skal leikurin “Lykkenborg hjá leikbólkinum á pall í týdningarmesta mentanardeplinum í London, The Barbican. 

Í fjør byrjaði Búi Dam, leiklistarligur stjóri í DFC, eitt samskift við Toni Raclin, leiklistarliga stjóran á The Barbican.  Hetta førdi við sær, at ein framleiðari frá The Barbican kom at hyggja eftir leikinum, tá hann varð framførdur á IETM festivalinum í Århus.  Durita Sumberg, framleiðari í DFC, tók síðani samskifti upp við Jill Shelley, framleiðara, og tað hevur tað nú leitt til, at Lykkenborg skal framførast á hesum stóra, altjóða palli. 

Um ynski at fáa Lykkenborg á pall í The Barbican skrivar Jill Shelley, framleiðari, soleiðis: 

The Barbican Centre is one of Europe's leading multi-arts centres. (…) We are widely known for showcasing the best of the international performing arts in London and platforming new voices and perspectives on the global stage. (…) I went to see Castle of Joy (Lykkenborg) by Det Ferösche Compagnie and immediately knew it would fit well within our programme. This international work is of excellent quality. I loved the multi-disciplinary approach to the telling of a story based on true events. Faroese work is under-represented in our programme and I think this piece would have strong appeal to our audiences.

Um hendan møguleikan sigur Búi Dam soleiðis:

- Hetta er ein stórur dreymur sum gerst veruleiki fyri okkum í Det Ferösche Compagnie. Tey flestu av okkum hava lisið í London. The Barbican er staðurin, har vit hava havt tær stóru listarligu upplivingarnar, sum eisini hava formað okkum sum listafólk og leikbólk.  Romeo Castalucci, Robert LePage, Ivo Van Hove, Katie Mitchel, Akram Khan, Royal Shakespeare Company og Complicité eru bara nøkur av nøvnunum sum frammføra regluliga á The Barbican. At vit nú skulu á sama pall sum hesi megnar listafólk er stórt fyri okkum, og fyri føroyska leiklist sum heild.

Tíðarætlanin verður soleiðis, at toymið handan Lykkenborg fer til London 25.februar 2024. Tá hevur toymið tveir dagar at seta leikin upp á The Pit pallinum. Í alt verða fimm sýningar. 

Frumframførslan í London verður 28.februar, har The Barbican bjóðar miðlum til sýningina. Eftir frumframførsluna verður eitt listafólkaprát við Búa Dam, leikstjóra og høvund. 

Síðani vera sýningar 29. februar, 1. og 2. mars (leygardagin 2. mars vera tvær sýningar) 

Atgongumerki kunnu keypast frá 13. november á heimasíðuni hjá The Barbican

[object Object]
Búi Dam, leikstjóri, hevur eisini ein skuggaleiklut í leikinum (Mynd: Gwenaël Akira Helmsdal Carré)

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 09. november 2023

24 Leygardagur 11. november 2023

Annika Hoydal á Reinsarínum

Leygardagin 18. november verður konsert í Reinsarínum – Tað verður hugnin og góða ljóði á Reinsarínum, sum verður karmur um konsertina. Og tú fært bæði gamlar klassikarar og løg av nýggju útgávuni “Leysir Endar”, tá Annika traðkar á pallin

 
SkrivaÐ:

Alda Nielsdóttir

Leygardagin 18. november klokkan 21 fer Annika Hoydal at hava konsert í Reinsarínum.

– Annika hevur ferðast kring sólina 77 ferðir, og á ferðini hevur hon vunnið hjørtuni hjá føroyingum. Við síni guddómligu rødd leggur hon lív og sál í hvønn tóna. Nakað, sum ger hennara sangir tíðarleysar og autentiskar. Hon er longu ein varði í føroyskum tónleikahøpi, og um nakar megnar at fanga áskoðarafjøldina, so er tað Annika, skrivar Tórsgøta í tíðindaskrivi.

– Tað verður hugnin og góða ljóði á Reinsarínum, sum verður karmur um konsertina. Og tú fært bæði gamlar klassikarar og løg av nýggju útgávuni “Leysir Endar”, tá Annika traðkar á pallin. Hetta verður eitt gandakent kvøld, sum verður fult av sjarmu og nostalgi. Ja, eitt ógloymandi kvøld, sum bara Annika kann geva tær.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 08. november 2023

25 Leygardagur 11. november 2023

Sanna Dahl fylti Reinsaríið

Neyvan nakrantið áður hava so mong leitað sær oman á Reinsaríið til bókaframløgu sum farna fríggjakvøld, tá ævisøga um Sannu Dahl, lækna, varð løgd fram

Feðgarnir Martin og Flóvin Þór Nygaard Næs løgdu fram ævisøgu um Sannu Dahl, lækna fyri fullum húsum í Reinsaríinum (Mynd: Jan Müller)
SkrivaÐ:

Jan Müller

Gamla Reinsaríið í høvuðsstaðnum kom til sín rætt farna fríggjadag, tá forlagið Sprotin skipaði fyri eini av sínum áhugaverdu bókaframløgum, hesaferð við ævisøgu um Sannu Dahl, lækna.

Ein av fyrstu kvinnuligu læknunum í Føroyum átti løtuna, og høvdu mong, ikki minst fyrrverandi starvsfelagar, leitað sær oman á Reinsaríið at hoyra feðgarnar, Martin og Flóvin Þór Nyggard Næs, greiða frá nýggju bókini við tí serstaka heitinum “Læknin ein og hundraðtals hermenn SANNA DAHL.”

Søgan um Sannu Dahl er søgan um gentuna úr Vági, ið nam sær útbúgving sum lækni í fyrru helvt av 20. øld og sum seinni var við til at menna føroyska sjúkrahúsverkið sum fyrsti føroyski røntgenlæknin.

Bókin um Sannu er samstundis ein lýsing av, hvussu føroyska samfelagið hevur ment seg seinastu hundrað árini, bæði hvat viðvíkur mentan, útbúgving, samferðslumøguleikum, sjúkrahúskervi og tøkni.

Søgan um Sannu er kryddað við persónligum frásøgum, millum annað um spentar støður uttanlands undir 2. heimsbardaga og um sjaskutar túrar við doktarabáti í Norðoyggjum.

Bókin um Sannu er skrivað eftir samrøður við høvuðspersónin, men byggir eisini á tað rúgvusmikla brævasamskiftið, sum Sanna hevði við familjuna.

Enn eitt tiltak um bókina verður í sambandi við bókadagarnar  í Norðurlandahúsinum 18. november. Tá fer Sanna Andrassardóttir Dahl, ommudóttir Sannu at hava samrøðu við rithøvundarnar. 

[object Object]Dóttirin Helena Dahl Joensen greiddi frá um mammuna

[object Object]Sanna Dahl her saman við børnunum fv. Jógvan Dahl Niclasen, Helena Dahl Joensen og Andrass Dahl Niclasen. Myndin er úr bókini um Sannu

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 04. november 2023

26 Leygardagur 11. november 2023

Toran Gongur - nýggj myndprýdd skaldsøga

Í vikuni varð nýggja skaldsøgan hjá Rakel Helmsdal løgd fram

 
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Rakel Helmsdal hevur givið út nýggja myndprýdda skaldsøgu. Toran gongur er ein hjartanemandi søga, har ótrúlig ting, sum eingin kundi ímyndað sær, veruliga henda.

Bókin varð løgd fram á Listasavninum mikukvøldið.

Myndirnar í bókini eru listagrafikkur við cyanotypiprenti, turrnálsprenti og akvarell.

Um bókina

Í einum stórum gomlum húsi búgva fýra húski. Øll í húsinum hava sár á sálini. Ein dagin bjóðar fjúrtan ára gamla Aurora øllum til døgurða, og tey taka eitt trilvandi fet inn í lívið hjá hvørjum øðrum. Um náttina gongur toran, so tað buldrar og brakar í húsinum. Tá tey vakna um morgunin, er Sirje horvin – gentan, sum ongastaðni fer einsamøll – og tey mugu øll hjálpast at, um tey skulu finna hana aftur.

Bókin snýr seg um fólk í øllum aldri og kann verða lisin av øllum heilt niður í umleið 10 ár. Bókadeild Føroya Lærarafelags gevur bókina út.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 06. november 2023

27 Leygardagur 11. november 2023

Rithøvundavitjan úr Íslandi í næstu viku

Ein av virknastu prosahøvundunum í Íslandi, Jón Kalman Stefánsson, vitjar á Bókadøgunum í Norðurlandahúsinum og í Glyvra Kirkju á íslendska móðurmálsdegnum, 16. november

Sum upphiting til Bókadagar í Norðurlandahúsinum, og í sambandi við íslendska móðurmálsdagin, 16. november, kemur ein av virknustu prosahøvundum í Íslandi fil Føroya á vitjan
SkrivaÐ:

Innsent

Sum upphiting til Bókadagar í Norðurlandahúsinum, og í sambandi við íslendska móðurmálsdagin, 16. november, kemur ein av virknastu prosahøvundum í Íslandi, á vitjan til Føroya.

Talan er um 59-ára gamla Jón Kalman Stefánsson úr Reykjavík.

Ein rithøvundur, tveir týðarar og tríggjar bøkur á Bókadøgum í Norðurlandahúsinum:

Tiltakið í NLH verður 16. november kl. 17.

Jón fer at fortelja um skaldsøgutríverkið Himmal og helviti (útg. 2022), Harmur einglanna (útg. 2023) og Hjarta mansins (útg. 2023), ið Þóra Þóroddsdóttir og Martin Næs hava týtt til føroyskt.

Tey fara at tosa við rithøvundin. Harafturat kemur Guðrið Hansdóttir at spæla nøkur løg.

Rithøvundakvøld í Glyvra Kirkju:

Í sambandi við vitjanina og Bókadagar, verður eisini tiltak í Glyvra Kirkju, hóskvøldið 16. november kl. 20.

Á skránni fyri tiltakið fer Jón Kalman at lesa nøkur úrvald brot úr tríverkinum á íslendskum og Martin Næs síðani at lesa sama brot á føroyskum. Ímillum upplestrarnar fara Kári Sverrisson og Óli á Grindafløtti at framføra nøkur viðkomandi løg til høvið. 


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 07. november 2023

28 Leygardagur 11. november 2023

"Essay" eftir Michel de Montaigne fullfíggjað á føroyskum

Í vikuni kom triðja og seinasta bókin í røðini ”ESSAY” eftir heimspekingin Michel de Montaigne út á føroyskum. Forlagið Hemlið gevur bókina út

Eilif Samuelsen hevur týtt bókina
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Michel de Montaigne var millum teir størstu heimspekingarnar í 16. øld. Og nú ber til at lesa kendasta verk hansara á føroyskum mál í heilum líki.

Fyrsta bókin kom út fyri tveimum árum síðani og onnur bókin fyri ári síðani. Við triðju bókini er "ferðin ígjøgnum Montaigne" komin at enda. Samlað eru 107 essay - sera ymisk til longdar og í innihaldi.

Michel de Montaigne (1533-1592) var úr góðum bergi brotin. Eftir útbúgvingina í lóg skapti hann sær eitt navn í løgfrøði og politikki og sat í høgum embætismannastørvum. Seinni loysti hann seg úr hesum størvum og tók seg aftur til borg sína uttan fyri Bordeaux og fór at skriva sínar persónligu hugleiðingar, sum hann kallaði essay. Við hesum skapti Montaigne eitt nýtt tekstslag.

Enn eftir 400 árum er ríka verkið hjá Montaigne tíðarbærur og umráðandi lesnaður.

Hetta er tveyogtjúgunda útgávan hjá forlagnum Hemlið, ið gevur út heimsklassikarar í føroyskari týðing. Eilif Samuelsen týddi.

Heiðursgáva landsins fall Eilifi Samuelsen í lut, tá ið Mentanarvirðislønir landsins 2023 vórðu handaðar. Heiðursgávan er latin týðaranum fyri arbeiðið at flyta klassiskar heimsbókmentir á føroyska tungu.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 08. november 2023

29 Leygardagur 11. november 2023

Føroyskt bíbliumál í 200 ár

Sunnudagin verður hátíðargudstænasta í Vesturkirkjuni í sambandi við, at tað eru 200 ár síðani, at føroyingar fingu Matteusarevangeliið á egnum máli

(Savnsmynd)
SkrivaÐ:

Alda Nielsdóttir

Sunnudagin 12. november klokkan 11 verður hátíðargudstænasta í Vesturkirkjuni í Havn í sambandi við, at tað í ár eru 200 ár síðani, at føroyingar fingu Matteusarevangeliið á egnum máli.

Hetta var fyrsta bókin í Bíbliuni á føroyskum, og hetta var eisini fyrsta veruliga bók á føroyskum. Hvørt húsarhald í landinum fekk eitt eintak, og var tað J. H. Schrøter, sóknarprestur í Leirum, ið týddi, og Danska Bíbliufelagið gav út.

Bókin fekk navnið “Føroyska bók”, og staðfestir Christian Matras, professari: “at Schrøter við hesum verki legði støðið undir føroyskt bókamál.”

Gudstænastan er tí bæði eitt hátíðarhald fyri føroyskt mál og bókmentasøgu og fyri føroyska kirkju- og bíbliusøgu, skrivar Bíbliufelagið í tíðindaskrivi.

Í gudstænastuni luttaka Tórshavnar Manskór, Føroya biskupur og umboð fyri Føroyska Bíbliufelagið. Eftir gudstænastuna er kirkjukaffi og ein framsýning av Bíblium heilt frá tíðini undan trúbótini til okkara dagar. Petur Martin Petersen úr Fuglafirði eigur Bíbliurnar.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 06. november 2023

30 Leygardagur 11. november 2023

Minesto sjóvarfalsdreki á veg til Føroya

Hann verður enn eitt týðandi stig í royndunum hjá Minesto og SEV at menna sjóvarfalsorkuna í Føroyum

 
SkrivaÐ:

Jan Müller

Svenska orkufyritøkan Minesto er liðug við sínar testroyndir á landi í Vestmanna við nýggja sjóvarfalsdrekanum Dragon 12 og er nú í ferð við at flyta tann 1,2 MW stóra drekan úr Uddevalla til Føroya. Hetta verður so seinasta stigið í ætlanini at taka í nýtslu ein nýggjan og nógv størri dreka sigur Minesto á síni heimasíðu.

Enn er arbeiði eftir at gera í sambandi við at seta út drekan. Arbeiðsuppgávur eru eisini gjørdar lidnar í Gøteborg í sambandi við verkætlanina í Vestmanna skrivar Offshore Energy. 

Svenska fyritøkan sigur annars, at uppgradering av tí verandi 100kW stóra Dragon 4 drekanum er liðug og framleiðir hann orku inn á netið hjá SEV.

[object Object]

Minesto hevur stórar framtíðar ætlanir við sjóvarfalsorku á fýra ymsum plássum í Føroyum. Tá hesar eru útbygdar metir fyritøkan, at sjóvarfalsorkan kann nøkta 40% av streymtørvinum í Føroyum. Fyritøkan samstarvar við SEV. 



Greinin varð fyrstu ferð løgd út 09. november 2023

31 Leygardagur 11. november 2023

Grøna orkuskiftið: Danmark leggur avgjøld á flogferðslu

Miðjað verður móti at innanríkis flogferðslan í Danmark verður heilt grøn í 2030

 
SkrivaÐ:

Jan Müller

Danmark hevur leingi verið umrøtt sum tað  landið í heiminum, ið gongur á odda í grøna orkuskiftinum og er komið longst tá tað ræður um at seta í verk tiltøk, sum skulu minka um CO2 útlátið. Nú skal Danmark eisini ganga á odda, tá tað ræður um at medvirka til at gera flogferðsluna meira grøna. Tað skal nevniliga  gerast dýrari at flúgva og skal hetta  skiljast sum enn eitt stig á grønu leiðini. Peningurin frá nýggju avgjøldunum skal brúkast til at gera flogferðsluna meira grøna. 

Á tíðindafundi hósdagin legði danski flutningsmálaráðharrin fram uppskot um at áleggja ferðandi við flogførum eitt grønt avgjald. Hvussu stórt hetta verður er treytað av, hvussu langt tú flýgur. Flýgur tú úr Ålborg til Keypmannahavn skal tú rinda 60 krónur, fyri teinin Keypmannahavn-New York skal tú rinda 200 krónur og fyri at flúgva til Bankok 390 krónur. 

Flogferðslan stendur í dag fyri 2-3 prosentum av samlaða CO2 útlátinum. Og hetta heldur danska stjórnin hon kann vera við til at broyta. Endamálið er, at innanríkisflúgving í Danmark skal vera heilt grøn frá 2030 men longu í 2025 skal ein ruta í Danmark vera heilt grøn. 

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 09. november 2023

32 Leygardagur 11. november 2023

Danski orkurisin Ørsted í hørðum mótvindi

Fyritøkan er komin sera illa fyri í fleiri av sínum havvindorku verkætlanum, serstakliga í USA

 
SkrivaÐ:

Jan Müller

Ein av gullrandaðu orkufyritøkunum í Danmark, Ørsted hevur stórar fíggjarligar trupulleikar at dragast við í løtuni. Greinarar vænta, at fyritøkan fer at lata aftur fleiri av sínum deildum. Fleiri nýggjar verkætlanir verða lagdar á hillina og útbýti til íleggjarar hvørvur heilt. Tað eru tey, sum halda, at Ørsted hevur verið ov seint til at taka neyðug stig til at betra um støðuna. 

Ørsted noyddist nú um dagarnar  at taka seg úr tveimum milliarda verkætlanum og fremja niðurskrivingar fyri 28 milliardir krónur við møguleika fyri at niðurskriva fyri 11 milliardir aftrat í sambandi við, at felagið hevur tikið seg úr amerikansku havvindverkætlanunum Ocean Wind 1 og 2. Tað fer at kosta fyritøkuni 18 milliardir krónur at siga seg úr verkætlanunum.

Umboð fyri Danske Bank sigur sambært EnergyWatch, at fyritøkan helst fer at taka seg úr uppaftur fleiri havvindverkætlanum. Væntandi fer fyritøkan eisini at taka seg úr verkætlanunum Skipjack og Sunrice Wind.

Hóast stóru afturgongdina  halda greinarar ikki, at hetta verður framtíðar støðan innan altjóða havvindorku. Roknað verður tó við, at Ørsted eftir mongu avbjóðingarnar fer at leggja seg meira eftir at menna vindorkuætlanir á landi eins og sólorkuverkætlanir. Ørsted roknar við einum undirskoti móti endanum av triðja ársfjóðringi uppá góðar 22 mia. kr. Hetta stavar so fyrst og fremst av stóru niðurskrivingunum. 

[object Object]

Tað er tó ikki bert Ørsted, sum er komið illa fyri við sínum íløgum í havvindorku. Fleiri aðrar fyritøkur eitt nú BP hava verið í mótvindi og tók fyritøkan herfyri avgerð um at niðurskirva virði í verkætlanini Empire Wind við 540 milliónum dollarum.

Havvindur í USA er í høvuðsheitum við at fara grundleggjandi fyri skeyti, segði Anja-Isabel Dotzenrath stjóri hjá BP fyri offshore vindi, tá hon tók lut í kjaki á FT Energy Transition Summit í London. Inflatión, hækkandi rentur og seinkingar í veitingaliðinum eru alt nakað, sum hava rakt havvindídnaðin og havvindverkætlanir meint. Eisini í Týskalandi merkja tey til trupulleikarnar í havvindídnaðinum. Risastóra týska orkufyritøkan, Siemens Energy, sum eigur vindframleiðslufyritøkuna Siemens Gamesa, hevur stórar trupulleikar í løtuni. 

Danska Ørsted, sum danski staturin eigur stóran part í, hevur eisini aðrar partaeigarar so sum pensiónsgrunnar, har tey av røttum eru farin at ivast í teirra íløgustrategiium í sambandi við havvind. Tað hevur ljóðað, at norska Equinor skal vera áhugað í at keypa Ørsted, nú partabrævið hjá fyritøkuni er lækkað við nærum 23 prosentum. 

Stjórin í Ørsted Mads Nipper sigur, at felagið fer møguliga at umhugsa sína grønu strategi. Seinasti mótvindurin móti Ørsted kemur frá guvernørinum í New Jersey í USA, sum hóttir við at krevja sera stórar upphæddir frá Ørsted fyri at ríma frá ábyrgdini at seta upp tvær havvindmylnulundir í statinum. 

Keldur: EnergyWatch, Recharge, Financial Times

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 05. november 2023

33 Leygardagur 11. november 2023

Norski Oljugrunnurin setir nýtt met

Virðið á norska oljugrunninum setir met og hevur rokkið 15.700 milliardir krónur 

 
SkrivaÐ:

Jan Müller

Síðani á nýggjárinum er virðið á norska oljugrunninum vaksið við einum fjórðingi. Tað váttar leiðslan í grunninum fyri norska E24 netmiðlinum. Virðið við ársskiftið var 12.429 milliaardir krónur. Í  hesum árinum er virðið hækkað fyrst til 13.000 milliardir, síðani til 14.000 og loksins til oman fyri 15.000 milliardir krónur.

Virðið er nógv ávirkað av støðuni á partafelags- og gjaldoyramarknaðunum. Og teir kunnu broytast frá degi til dags. Virðið á grunninum varð serstakliga høgt fyrra hálvár men lækkaði í triðja ársfjórðingi. Orsøkin til vøksturin er ein veikari króna og betri úrslit á gjaldoyramarknaðinum.

[object Object]

Útlitini hjá grunninum eru tó ivasom, nú stjórnin hevur økt munandi um nýtsluna av pengum úr grunninum eitt nú í sambandi við fíggjarlógina fyri 2024. Stjórnin ger tó greitt, at tað verður ikki rúm fyri at økja um nýtsluna av oljupengunum úr grunninum komandi árini.

Leiðslan fyri grunnin hevur fleiri ferðir ávarað um, at virðið á grunninum kann minka við 40 prosentum, um so er at heimsbúskapurin fær stórar trupulleikar at dragast við. Skuldi tað hent kann virðið á grunninum skjótt minka til 10.000 milliardir krónur aftur. Tá hevði stjórnin verið avmarkað til at brúka 280 milliardir úr grunninum.

Norski oljugrunnurin hevur alstóran týdning fyri raksturin av norska vælferðarsamfelagnum. Ásett er, at staturin kann í mesta lagi brúka 3 prosent av virðinum av grunninum um árið. Fyri 2024 er talan um at brúka umleið 410 milliardir krónur úr grunninum á norsku fíggjarlógini. 

[object Object]Hetta var myndin fyri fimm árum síðani. Síðani 2018 er virðið av grunninum økt við 7.000 milliardum 



Greinin varð fyrstu ferð løgd út 08. november 2023

34 Leygardagur 11. november 2023

Lund Poulsen verður formaður í Venstre

Onki mótvalevni er komið til landsfundin í komandi viku

Troels Lund Poulsen (Savnsmynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

Tað verður núverandi verjumálaráðharrin, Troels Lund Poulsen, sum verður nýggjur formaður í flokkinum Venstre, eftir at Jakob Ellemann Jensen legði frá sær herfyri.

Nýggjur formaður skal veljast á landsfundi í flokkinum í komandi viku, og tá freistin at stilla upp mikukvøldið rann út, vóru ongi mótvalevni, sum bjóðaðu seg fram at stilla upp ímóti Troels Lund Poulsen.

- Tað er ein stór ábyrgd og uppgáva, sum bíðar mær, ásannar Troels Lund Poulsen í dagføring á Facebook í dag, væl vitandi, at veljaratøkini hjá flokkinum í løtuni eru sera vánalig.

- Júst nú er Venstre ikki í tí formi, vit kundu ynskt okkum. Tað skulu vit gera nakað við, men tað tekur tíð og krevur hart arbeiði, skrivar hann eisini.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 09. november 2023

35 Leygardagur 11. november 2023

Italia revsar Airbnb

Hevur lagt hald á næstan seks milliardir krónur

Milano - ein av nógvum ferðafólkabýum í Italia (Mynd: Visualhunt)
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

Løgreglan í Italia legði í vikuni hald á 779 milliónir evrur frá netútleigaraportalinum Airbnb, skrivar AFP tíðindastovan. Upphæddin svarar til umleið 5,8 milliardir krónur.

Hetta varð gjørt eftir boðum frá ákæranum í stórbýnum Milano, sum hevur ákært Airbnb fyri ikki at hava krvt skatt fyri vinning frá útleigarum í tíðarskeiðinum millum 2017 og 2021.

Airbnb hevur ikki kravt tey 21 prosentini, ið eru kravt fyri allar stutttíðarleigur, stendur í ákæruni.

Frá Airbnb verður sagt, at tey eru “bilsin og vónsvikin” yvir ákærurnar. Har verður sagt, at fyritøkan hevur verið í samráðingum við italskar myndugleikar síðan í summar fyri at loysa trætuna.

- Vit eru sannførd um, at vit hava virkað í tráð við lógina, verður sagt í eini fráboðan frá Airbnb.

Airbnb hevur verið til síðan 2007 og hevur yvir sjey milliónir leigumál skrásett. Yvir 1,5 milliardir fólk hava roynt tænastuna.

Seinastu árini hava fleiri stórir ferðafólkabýir sett avmarkingar í gildi fyri Airbnb, tí hesin háttur at leiga út ávirkar íbúðamarknaðin. Eitt nú hava býir sum Firenze, London, Amsterdam og New York sett avmarkingar í gildi.

ES-dómstólurin, CJEU, loyvdi í fjør limalondunum í ES at seta í gildi serligan skatt fyri slíka stutttíðarleigu.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 07. november 2023

36 Leygardagur 11. november 2023

Heitasti oktober nakrantíð

Helst verður 2023 tað heitasta árið, sum nakrantíð er mált, sigur veðurlagstænastan Copernicus

(Mynd: EPA)
SkrivaÐ:

Alda Nielsdóttir

Sambært veðurlagstænastuni hjá ES, Copernicus, var oktober 2023 tann heitasti oktober mánaðurin, sum nakrantíð er máldur.

Miðalhitin um allan heimin var 15,3 stig fyri allan oktober, og tað er 0,85 stig heitari enn miðalhitin fyri hendan mánaðin í tíðarskeiðnum 1991 til 2020, og 0,4 stig heitari enn fyrrverandi metið, sum varð sett í oktober 2019.

Samantha Burgess, varastjóri hjá Copernicus, sigur, at hitin í oktober 2023 var óvanligur, at tað kann næstan sigast við vissu, at 2023 verður heitasta árið nakrantíð, og at tað nú hevur skund at seta tiltøk í verk fyri at fyri at basa veðurlagsbroytingum.

Um hugt bert verður eftir Evropa, var farni mánaðurin tann 4. heitasti oktobermánaðurin, sum nakrantíð er skrásettur, skrivar Copernicus. 1,3 stig heitari enn miðalhitin fyri tíðarskeiðið 1991-2020.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 08. november 2023

37 Leygardagur 11. november 2023

Nýtt hitamet fyri november í Evropa

Síðsta leygardag vóru oman fyri 35 hitastig máld á norðursíðuni av griksku oynni, Kreta

Býurin Sisi, har hitametið varð sett, liggur eystarliga á norðursíðuni av Kreta (Mynd: Googlemaps)
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

Leygardagin var nýggjur standardur settur fyri, hvussu heitt tað kann gerast í Evropa í november mánaði.

Ein samanrenning av lýggjar luft, ið blæsir úr Norðurafrika yvir um Miðjararhav og ein sokallaðan fønvind, sendi hitamátararnar á griksku oynni Kreta upp um 35 stig, skrivar dr.dk.

Óvanligi novemberhitin varð máldur í lítla frítíðarbýnum Sisi við landnyðringsstrondina á Kreta, beint eystan fyri størru frítíðarbýirnar Hersonissos og Malia.

Her kom hitin á middegi leygardagin upp á 35,1 stig, sum er tað hægsta, sum nakrantíð er mált í Evropa í november.

Gamla metið varð eisini sett á Kreta, tá hitamátarin í november 1990 vísti 35,0 stig í býnum Chania.

Hetta er aðru ferð í ár, at nýtt hitamett fyri ein mánaða, er sett í Evropa. Í juli vóru máld 48,2 stig á Sardinia, sum er tað hægsta fyri ein juli mánað í Evropa nakrantíð.

Tað var óvanliga heitt á Kreta leygardagin, har hitin fleiri staðni lá oman fyri 33 hitastig. Í Chania har vesturi á oynni vórðu máld 33,7 stig, meðan hitin í býnu Souda har nærhendis, var 33,5 stig.

Sambært griksku veðurstovuni í Athen, vórðu máld yvir 30 stig á 51 mátistøðum í Grikkalandi leygardagin.

Vanligi mesti dagshiti í við norðurstrondina á Kreta í november er 20,2 stig. Nýggja hitameti kom eftir at ógvuliga lýggj luft er rikin út yvir Miðjararhav frá Libya móti Kreta.

Á suðurstrondini á Kreta og á nærliggjandi oyggjunum, Santorini og Rhodos lá hitin ‘bert’ millum 26 og 30 stig.

Á norðursíðuni á Kreta harafturímóti kom hitin upp á 33 til 35 stig, tá vindurin kom oman aftur av tí yvir 2.000 metra høga fjallarygginum, sum er á oynni.

Hesin sonevndi fønvindurin, sum verður turkaður og hitaður, tá hann blæsir oman av fjøllunum, merktist serliga undir Lefka Ori – Hvítu fjøllunum – har vesturi á oynni og norðan fyri Dikti-fjøllini har eysturi.

Sisi, har tey 35,1 hitastigini vórðu máld, liggur beint norðan fyri Dikti fjøllini, skrivar dr.dk. 

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 06. november 2023

38 Leygardagur 11. november 2023

KÍ livir á eggini eftir ósigur í Ljubljana

Í 82 minuttir hildu Jonathan Johansson og teir frammanfyri hann málið reint - í tjúgu minuttir í undirtali og við góðum arbeiði. So skoraði heimaliðið eftir hornaspark, og tað endaði 2-0

KÍ spældi í stóran mun ein góðan verjudyst, men líktiskt ikki sær sjálvum í fleiri pørtum av dystinum. Tað eydnaðist ikki at halda málið reint í undirtal (Mynd: Aleksandar Djorovic)
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

KÍ tyktiskt ongantíð at vera nær við at vera í tí bestu útgávuni av sær sjálvum í Slovenia hóskvøldið. Dysturin varð merktur av ivasomu útvísingini, sum Árni Frederiksberg fekk, tá ein tími var spældur. Men áðrenn tað var tað mest hepni - og eisini gott málmans- og verjuspæl í nøkrum førum - sum gjørdi, at KÍ ikki var aftanfyri.

Olimpija Ljubljana var í einari nógv betri útgávu á vánaliga grasundirlagnum, enn liðið var á Tórsvølli. Tað gekk heilt skjótt til tíðir, tað var snilt í summum førum, og áðrenn málini vantaði so at siga bert skerpni á síðsta triðinginum hjá heimliðnum. Í fyrra hálvleiki sat Olimpija á tí allarmesta, og kundi verið á odda. Bólturin var eisini í KÍ-málinum, men VAR hjálpti.

KÍ byrjaði seinna hálvleik við tí týðiligu ætlanini at spæla meira og skapa eitt sindur meira við bóltinum. Men hetta var nær við at kosta nakrar ferðir fyrsta korterið, tí teir í bláum misti fleiri bóltar í vandamiklum støðum í uppspælinum. Serliga var tað støðan næstan beinanvegin, tá Jonathan Johansson spældi bóltin beint í føturnar á áleypara, men hann bjargaði tí sjálvur.

[object Object]
Mynd: Aleksandar Djorovic

Júst svenski málverjin var ein lykil. Hann hevði nakrar heilt góðar bjarginar í kvøld - eisini tá KÍ var í undirtali.

Árni Frederiksberg hevði fingið fyrra gula kort stutt fyri hálvleik fyri at "gera ov nógv fríspørk". Ikki tað størsta gula kortið, og hóast tað seinna sá nakað ógvusligt út, so varð Árni sjálvur stemplaður í støðuni. Ein støða har tað tyktist heldur løgið "at velja síðu", og um man hyggur eftir støðuna - kanska serliga við bláum brillum - so kann kanska próvførast fyri frísparki til KÍ.

Dómarin peikaði tó hinvegin, og so var søguligt føroyskt reytt kort veruleiki, og mótbrekkan tyngri hjá útliðnum.

Menninir hjá Magna Hoseth arbeiddu tó gróthart og væl víðari, og eina løtu sá tað næstan út til at fara at bera á mál við at fáa javnleik. Men í 83. minutti varð eitt hornasparksinnlegg hælað víðari, og bólturin bombaður upp í málhornið. Nakrar minuttir seinni fór luftin úr ballónini, eftir at Mads Boe Mikkelsen misti bóltin á egnari hálvu, og heimaliðið revsaði: 2-0.

Eitt væl sterkari Olimpija enn síðst og KÍ sum ikki fekk sítt spæl at hanga saman. Tíverri einki stig hóast teir í bláum stríddust væl í Slovenia. Slovan Bratislava fekk javnleik móti Lille, og nú sær tað ógvuliga trupult út, í mun til at koma víðari. KÍ noyðist íhvussu er at vinna á heimavølli móti Slovan 30. november - uttan Árna Frederiksberg.

[object Object]Mynd: Aleksandar Djorovic

UEFA Europa Conference League, bólkur A
4. umfar, hósdagin 9. november: 

Olimpija Ljubljana - KÍ  2-0 (0-0)
83' 1-0 David Sualehe
88' 2-0 Mustafa Nukic

KÍ (5-4-1/3-4-3): Nils Jonathan Johansson – Jóannes Kalsø Danielsen, Odmar Færø, Heini Vatnsdal, Vegard Forren (86' Jóhan Josephsen), Patrick Da Silva (63' Mads Boe Mikkelsen) – Árni Frederiksberg, Luc Kassi (73' Deni Pavlovic), Jákup Biskopstø Andreasen (L), Claes Phillip Kronberg– Páll Andrasson Klettskarð (63' Sivert Gussiås)

Slovan Bratislava - LOSC Lille 1-1

Støðan í bólkinum 
1. LOSC Lille 8 stig
2. Slovan Bratislava 7 stig
----------------------------
3. KÍ 4 stig
4. Olimpija Ljubljana 4 stig

Myndir: Aleksandar Djorovic

[object Object]

[object Object]

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 09. november 2023

39 Leygardagur 11. november 2023

HB vann steypið eftir brotssparkskapping

B68 stríddist hart í 120 minuttir og til síðsta skot, men Teitur Matras Gestsson bjargaði fyrstu royndini úr ellivu metrum, og HB-skjúttarnir vóru ógvuliga tryggir

Teitur Matras Gestsson bjargaði fyrsta skotinum í brotssparkskappingini, og nú hevur hann vunnið Løgmanssteypið tríggjar ferðir seinastu fimm árini (Mynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

Tað var ikki langt frá, at B68 fekk ein søguligan steypasigur og harvið evropeiskt pláss á Tórsvølli farna leygarkvøld. Ístaðin endar Løgmanssteypið aftur í HB-húsinum, og síðsta evropeiska pláss í grannahúsinum.

HB skapti nóg mikið at vinna finaluna, men B68 stríddi seg ógvuliga væl inn í dystin og var í roynd og veru nærri við í longdu leiktíðini. Eitt flott liðavrik av liðnum hjá Jákupi á Borg, har kanska serliga miðverjan við ungu lokalu Áka Johannesen og Aroni Reinert Hansen í miðverjini stóð sterk í miðjuni.

Dyggur stuðul til B68

B68 helt gjøgnum dystin fast við hørðum arbeiði, stinnum verjuspæli, nakað av hepni og nógvum stuðli í rygginum. HB setti seg beinanvegin á dystin og átti at verið á odda í steðginum.

Serliga Mathias Præst Nielsen og Mikkel Dahl vóru nær við, men í síðstu løtu vóru B68'arar fyri.

Tað var lítið, sum B68 kom við frameftir í fyrra hálvleiki, men sum dysturin leið gjørdist betri. Tað er tó serliga stórbjarging frá Benjamin Schubert, ið gjørdi, at tað framvegis var 0-0 eftir 90 minuttir.

Áskoðarnir - á báðum síðum - gjørdu eisini sítt, og bitu helst neglirnar heilt niður, tí tíggju brotsspørk skuldu til fyri at avgera steypafinaluna.

[object Object]Reyði Pantarin var fantastiskur...

[object Object]
...og teir í reyðum stríddust væl á vøllinum. Tað var tó ikki mikið (Myndir: Sverri Egholm)

HB-spælararnir gjørdu sítt úr ellivu metrum. Í roynd og veru vóru allir fimm skjúttarnir púra tryggir, hóast Benjamin Schubert, ið hevði nakrar stórbjargingar í dystinum, royndi sítt. Teitur Matras Gestsson er tiltikin góður úr ellivu metru, og HB-liðskiparin las Sebastian Lau Nielsen, ið skeyt fyrsta brotssparkið hjá B68.

B68 hevur brent nøkur brotsspørk í ár, og í finaluni kostaði eitt slíkt. Harvið endar eitt tungt ár hjá felagnum við tapi á størsta pallinum - Jákup á Borg, hansara menn, Reyði Pantarin og øll í Nes Kommunu kundu tó vera errin av hesari finaluni. 

Hanus Sørensen átti avgerandi skotið, og eftir tað reyk troyggjan, og HB'arnir kundu stórfegnast. Finalusigur nummar 29 hjá felagnum, tann triði og seinastu fimm árini og liðið hjá Jákupi Martin Joenen endaði árið væl.

[object Object]
Hanus Sørensen skoraði seinasta málið - 22-ára gamli hoyvíkingurin var ógvuliga tryggur (Mynd: Sverri Egholm)

Finalan um Løgmanssteypið 
Leygardagin 3. november
B68 - HB 3-5  eftir brotssaparkskapping - 0-0 eftir vanliga leiktíð og longda leiktíð

Brotssparkskapping:
Adrian Rúnason Justinussen 0-1
Sebastian Lau Nielsen (Teitur Matras Gestsson bjargar)
Viljormur Davidsen 0-2
Jørgen Nielsen 1-2
Ári Mohr Jónsson 1-3
Hjalti Strømsten 2-3
Heri Hjalt Mohr 2-4
Alex Mellemgaard 3-4
Hanus Sørensen 3-5

[object Object]

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 04. november 2023

40 Leygardagur 11. november 2023

Áki Johannesen gjørdist dagsins spælari

Løgmansfinalan: 20-ára gamli nesmaðurin var ógvuliga stinnur í miðverjuni hjá B68, sum helt nullið móti HB í 120 minuttir

Áki Johannesen fekk heiðurin sum plástur uppá sárið, eftir at hann við barndómsfelagnum noyddist at taka til takkar við silvurheiðursmerki í steypafinaluni (Mynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

Tað skuldi eitt sterkt verjuavrik til, um B68 skuldi hava ein møguleika í finaluni um Løgmanssteypið, og hóast nakrar stórar møguleikar í fyrra hálvleiki, so syrgdu teir í reyðum fyri, at HB ikki skoraði fyrrenn í brotssparkskappingini. 

Tá slapp Áki Johannesen ikki at standa fyri. Tað hevði høgi miðverjin annars gjørt í ógvuliga nógvum førum. Onkrir skaðar hava darvað hann í pørtum av 2023 og 2022, men annars hevur nummar 24 verið ein umráðandi spælari hjá B68 síðani síðstu tíðina í 1. deild.

Áki gjørdi sítt við at rudda innlegg burtur, kasta seg fyri skot, við at vinna tvídystir og rennidystir úti á vøllinum og tók so líðandi ábyrgd við bóltinum. Hóast sín unga aldur hevur sterki maðurin av Nesi eisini leiðaraevni, umframt høgan vinnaravilja, og hetta skein eisini ígjøgnum á Tórsvølli. Hann fekk eisini liðskiparabandið, tá Aleksandur Jensen varð skiftur út í longdu leiktíðini, og var fyrsti maður yvir at ugga Sebastian Lau Nielsen, ið brendi úr ellivu metrum.

Áki Johannesen hevur eisini víst seg væl fram í seinastu U21-landsdystunum, og leygarkvøldið varð 20-ára gamli B68'arin uppiborið valdur til dagsins spælara, tá hann við barndómsfelagnum var nær við at skapa sensatiónina og vinna søguligt steypagull.

[object Object]
Áki Johannesen fyllir 21 ár í dag, 11. november (Mynd: Sverri Egholm)


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 04. november 2023

41 Leygardagur 11. november 2023

Adrian er aftur á A-landsliðnum

Mads Boe Mikkelsen er eisini nýggjur í hópinum, í mun til seinast. Pláss er ikki fyri Bartali Wardum og Stefani Radosavljevic hesaferð, og royndir landsliðsspælarar eru heldur ikki á listanum

Hann hevur spælt ógvuliga væl í seinnu hálvu fyri HB, og fer helst aðrastaðni at royna seg nú - nú kann hann møguliga endliga aftur vísa seg á landsliðnum (Mynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

Håkan Ericson kunngjørdi mánadagin hópin, sum skal spæla venjingardyst í Noregi 16. november og ársins síðsta undankappingardyst í Albania 20. november.

25-ára gamli Adrian Justinussen hevur bert spælt ein A-landsdyst, men nú er størsti álopskendi profilurin hjá HB við aftur fyri fyrstu ferð síðani tíðliga í fjør. Mads Boe Mikkelsen skoraði í fyrsta dystinum í ár, sum var í Moldova. Hann hevur verið skaðadarvaður og ikki fastur av teimum føstu ellivu hjá KÍ í stóru dystunum, men fær nú møguleikan at koma innaftur í landsliðshópin.

Hesir báðir kreativu miðvallararnir avloysa Stefan Radosavljevic, sum hevur spælt lítið í Sligo Rovers seinastu tveir mánaðirnar, og Bartal Wardum. Gunnar Vatnhamar er hesaferð úttikin sum miðverji.

[object Object]
Svenski landsliðsvenjarin hjá Føroyum í FSF-húsinum í morgun (Mynd: Sverri Egholm)

Teitur Matras Gestsson og Gilli Rólantsson Sørensen vóru ikki tøkir vegna skaða í síðsta mánaða. 31-ára gomlu spælararnir eru ikki við nú heldur. Teitur hevur sjálvur sett seg sum ikki tøkan til hesar dystirnar, sjálvt um hann spældi steypafinalu leygardagin. Landsliðsvenjarin váttaði í viðtalu við Televarpið, at royndi málverjin sjálvur hevur tikið avgerðina. Mattias Lamhauge hevur vart málið allar dystirnar í heyst, og hevur B36-málverjin staðið væl.

Landsliðsvenjarin metir sjálvur, at Gilli ikki er nóg klárur, í mun til kappingarneytarnar. Tvørmaðurin spældi 120 minuttir fyri Vejle í síðstu viku, men var sjúkur farna vikuskiftið og tí ikki í hópinum til dystin móti FC Nordsjælland. Hann hevur annars vant í fulldrøn við Superliga-felagnum seinastu vikurnar.

Hallur Hansson er heldur ikki í hópinum hesaferð. Hann spældi ikki móti Víkingi seinast, og var heldur ikki við til Conference League-dystin hjá KÍ í Slovenia. Hallur Hansson er framvegis landsliðsskipari men stríðist eitt sindur við fylgiskaðar eftir knæskaðan.

Føroyar hava trupulleikar við at skora og at koma til málmøguleikar sum heild, men tað er framvegis ikki pláss fyri Páll Andrasson Klettskarð, ið skoraði 17 mál í 23 dystum í Betrideildini, hevur avgjørt oddadystur áðrenn og eftir skaðan í summar og sum gjørdi frálíkt mál í bólkaspælsdysti fyri stuttum.

At Víkingur hevur vunnið 13 dystir á rað, sæst heldur ikki aftur. Gamaní eru fleiri U21-spælarar úr Víkingi, Geza Turi hevur ikki føroyskt pass, men ein maður sum Arnbjørn Svensson kundi verið eitt spennandi og upplagt boð: Hann er 24 ár og hevur verið ógvuliga støðugur og stinnur í miðverjuni, sum hevur latið fimm mál inn seinastu 13 dystirnar.

Hópurin: 

Málverjar: 
Mattias Heðinsson Lamhauge, B36
Bárður á Reynatrøð, Víkingur
Bjarti Vitalis Mørk, HB

Verjuspælarar:
René Shaki Joensen, KÍ
Jóannes Kalsø Danielsen, KÍ
Viljormur Davidsen, HB
Ári Mohr Jónsson, HB
Odmar Færø, KÍ
Sonni Ragnar Nattestad, B36
Gunnar Vatnhamar, Víkingur Reykjavík (Ísland)
Hørður Askham, AB (Danmark)
Andrias Edmundsson, MKS Chojniczanka (Poland)

Miðvallarar:
Adrian Rúnason Justinussen, HB
Mads Boe Mikkelsen, KÍ
Jákup Biskopstø Andreasen, KÍ
Andrass Johansen, B36
Jóannes Bjartalíð , Fredrikstad FK (Noreg)
Sølvi Vatnhamar, Víkingur
Hanus Sørensen, HB
Brandur Hendriksson Olsen, Fredrikstad FK (Noreg)

Áleyparar: 
Klæmint Andrasson Olsen, Breiðablik (Ísland)
Jóan Símun Edmundsson, KA Akureyri (Ísland)
Petur Knudsen, El Paso (USA)
Pætur Petersen, KA Akureyri (Ísland)

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 06. november 2023

42 Leygardagur 11. november 2023

U21: Martin Agnarsson er nú við

Viborg-bakkurin kann styrkja um U21-landsliðið, ið skal spæla í Grikkalandi í næstu viku. Annars er eingin broyting í hópinum, í mun til sigurin í Andorra í síðsta mánaði

Eyðun Klakstein á tiðindafundinum. Føroyar eru eftir fýra dystir framman fyri Grikkaland og á 3. plássi í bólkinum (Mynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

Føroyska U21-landsliðið skal spæla sín síðsta EM-undankappingardyst í ár mikudagin 15. november í Grikkalandi. Eftir at bæði liðini hava spælt fýra dystir eru Føroyar tvey stig frammanfyri.

7 stig fyri 4 dystir og eitt 3. pláss í bólkinum. Tað vitnar um nøkur góð avrik, og liðið hjá Eyðuni Klakstein og Atla Gregersen hevur vunnið báðar útidystirnar higartil - móti Hvítarusslandi og Andorra.

Nú skulu Føroyar royna seg móti Grikkalandi, og tað styrkir um hópin at fáa Martin Agnarsson við. Eftir skurðviðgerð hevur hann vant og verið í hópinum til dystir hjá besta liðnum í Viborg. 20-ára gamli havnarmaðurin hevur bert verið við til ein U21-landsdyst í ár - nú avloysir hann Jákup Norðoy Vilhelmsen úr KÍ.

[object Object]
Martin Agnarsson til A-landsliðsvenjing fyri einum ári síðani (Mynd: Sverri Egholm)

Hópurin: 
Ari í Haraldsstovu Petersen, 07 Vestur (Nú KÍ)
Rasmus Nilsson, BK Frem (Danmark)

Áki Johannesen, B68
Børge Petersen, KÍ 
Elias Rusborg, Hvidovre IF (Danmark)
Bergur Poulsen, EB/Streymur
Ási Dam, 07 Vestur
Martin Agnarsson, Viborg FF (DK)

Noah Hans Mneney, Bryne BK (Noreg)
Gullbrandur Øregaard, Sandnes ULF (Noreg)
Heini Fossdalsá Sørensen, Thisted FC (Danmark)
Aron Jarnskor Ellingsgaard, Víkingur
Jens Erik Bruhn, TB 
Jónas Warner, B71 

Áki Samuelsen, HB 
Olaf Bárðarson, Víkingur
Jørgen Nielsen, B68 
Gutti Dahl-Olsen, EB/Streymur
Poul Kallsberg, Víkingur


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 06. november 2023

43 Leygardagur 11. november 2023

Jóannes Bjartalíð var besti spælari í deildini í oktober

27-ára klaksvíkingurin hevur verið ein lykil í uppflytingini hjá Fredrikstad, og hann hevur flest málstig í OBOS-deildini

Bjartalíð ger bart í norskum fótbólti - í Fredrikstad eru tey ógvuliga glað fyri "føroyska gimsteinin" (Mynd: FFK)
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

Jóannes Bjartalíð skifti síðsta vetur KÍ út við Fredrikstad. Eitt stressbrot í fótinum forðaði fyri einari smidligari og góðari byrjan, men serliga í seinnu hálvu hevur Bjartalíð blómað.

27-ára gamli klaksvíkingurin hevur spælt 27 dystir í Obos-deildini og hevur 18 málstig. Eingin hevur fleiri mál og upplegg samanlagt enn føroyski landsliðsmiðvallarin, sum nú er valdur til besta spælarin í næstbestu norsku deildini fyri oktober. Heiðurin er serliga bygdur á ymisk hagtøl.

Jóannes Bjartalíð hevur verið mest týðandi spælari í álopspartinum hjá Fredrikstad, sum síðsta vikuskifti tryggjaði sær 1. plássið. Tá var Brandur Hendriksson Olsen ein av málskjúttunum.

Liðið hjá Mikkjali Thomassen kann hátíðarhalda uppflytingina og gullið á heimavølli sunnudagin. Síðani bíðar ein annar veruleiki í bestu norsku deildini, sum væl og virðiliga er í ovaru hálvu av fremstu deildunum í Evropa.

Spennandi verður hvussu tað eydnast hjá millum annað Jóannesi at taka stigið upp. Eftir síðsta umfar í Obos-deildini sunnudagin skulu hann og Brandur Hendriksson tó fyrst hugsavna seg um landsliðsuppgávur. Føroyar spæla venjingardyst í júst Noregi hósdagin. Mánadagin 20. november er undankappingardystur á skránni í Albania. 

[object Object]
Besti spælari í næstbestu norsku deildini í dysti í Kekkia fyri nøkrum vikum síðani. Í næstu viku skal vinstrabeinti og skapandi spælarin í landsliðsbúnan aftur (Mynd: Sverri Egholm)

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 10. november 2023

44 Leygardagur 11. november 2023

KÍ keypir málverja frá 07 Vestur

KÍ hevur kunngjørt sítt fyrsta keyp til næsta kappingarár. Málverjin hjá 07Vestur hevur gjørt vart við seg í barndomsfelagnum og á U21 landsliðnum í ár. Nú hevur sørvingurin skrivað undir við føroyameistararnar

Ari í Haraldsstovu Petersen er byrjaður at venja við KÍ, sum hann sambært sáttmálanum skal umboða til og við 2026 (Mynd: Klaksvíkar Ítróttarfelag)
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

- Vit kenna hann sum 07Vestur og U21 málverja - nú er Ari í Haldsstovu Petersen bláur. Tað er við gleði, at vit kunngera, at Ari hevur gjørt sáttmala við felagið í 2024, 2025 og 2026.

Soleiðis skrivaði Klaksvíkar Ítróttafelag á Facebook-síðu sínari farna vikuskiftið.

Ari Petersen breyt ígjøgnum á besta liðnum hjá barndómsfelagnum í fjør, og hevur í ár spælt allar dystirnar. - eisini á U21-landsliðnum. Sum heild hevur 20-ára gamli sørvingurin staðið seg væl, og havt eina sterka útstráling í sínum málmansspæli. Tað hevur fangað áhugan hjá fleiri feløgunum.

Tað hevur ljóðað í eina tí, at KÍ var eftir málverjanum, og so var. Tað er óvist um sviin Nils Jonathan Johansson og serliga norðmaðurin Markus Pettersen halda fram, og evnaríki U21-landsliðsmálverjin verður sæddur sum ein framtíðarmøguleiki.

[object Object]
Ari í Haraldsstovu Petersen hevur verið týðandi partur av menningini hjá 07 Vestur (Mynd: Sverri Egholm)

Partarnir hava gjørt ein trý-ára sáttmála. KÍ skrivar eisini, at Ari longu er byrjaður at venja við hópinum. Hann hevur tó ikki loyvi at spæla fyri KÍ í Conference League-bólkaspælinum, tí hann ikki var skrásettur, áðrenn kappingin byrjaði.

Ari í Haraldsstovu Petersen spældi 55 dystir fyri fremsta liðið hjá 07 Vestur, sum mest sannlíkt eisini missir donsku verjuspælararnar Daniel Obbekjær og Mathias Voss.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 04. november 2023

45 Leygardagur 11. november 2023

Olaf eisini skrivað undir nýggjan sáttmála við Víking

20-ára gamli vongurin hevur verið fastur maður hjá barndómsfelagnum í tíðini undir Jóhan Peturi Poulsen. Olaf Bárðarson nærkast 100 dystum á besta liðnum og hevur nú sáttmála til og við 2025

Mynd: Sverri Egholm
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

Víkingur endaði kappingarárið við heili 13 sigrum á rað, og annað árið á rað stóð liðið hjá Jóhan Peturi Poulsen við silvurkrónunum í Betrideildini. 

Ein av fyrstu atgerðunum hjá venjaranum, eftir at hann tók yvir hjá besta liðnum í Sarpugerði, var at seta blaðunga Olaf Bárðarson á liðið. Spennandi vinstri vongurin gjørdi skjótt vart við seg, og hevur hann staðið fyri nógvum málstigum seinastu stóru trý árini. Samanlagt hevur hann spælt 97 dystir fyri besta liðið, sambært FaroeSoccer, og vunnið eitt steypagull.

Nakað av ivamáli var, hvørt Olaf fór at halda fram í Víkingi eftir hetta kappingarárið. Hetta mest tí at eitt uttanlandsævintýri er í tonkunum. Nú er tó greitt, at Olaf Bárðarson heldur fram í barndómsfelagnum - á pappírinum til og við 2025.

- Enn ein jólagáva í kvøld Olaf Bárðarson hevur eisini longt sáttmálan við Víkingi við tveimum árum. Vit gleðast um, at enn ein av okkara leikarum heldur fram í Sarpugerði, skrivaði Víkingur á heimasíðu farna vikuskiftið. 


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 04. november 2023

46 Leygardagur 11. november 2023

Bartal Wardum hevur gjørt nýggjan sáttmála við barndómsfelagið

26-ára gamli miðverjin hevur verið stinnur í ár, og greitt er nú at steypavinnarin heldur fram í reyðum og svørtum til og við 2025

Bartal Wardum og HB-viðhaldsfólk kundu fegnast um Løgmanssteypið leygarkvøldið. Nú hevur hann gjørt nýggjan sáttmála við felagið (Mynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

Bartal Wardum hevur longt sáttmálan við HB, so at hann nú er galdandi til kappingarenda 2025.

Hetta kunngjørdi felagið í vikuni. Bartal spældi leygarkvøldið 120 minuttir, tá HB helt málið reint í finaluni um Løgmanssteypið. Kvøldið á Tórsvølli endaði við, at Bartal Wardum og liðfelagirnir kundu fegnast um steypagull eftir brotssparkskapping.

Hann kom inn á besta liðið hjá HB sum bert 16-ára gamal og breyt skjótt ígjøgnum. Sterki miðverjin er nú skrásettur fyri yvir 250 dystir fyri fremsta liðið, og hevur nummar 17 hesa tíðina vunnið trý føroyameistaraheiti og Løgmanssteypið tríggjar ferðir.

Bartal hevur spælt tveir A-landsdystir. Hann varð úttikin í oktober eftr nøkur ógvuliga sterk avrik - í byrjanini av kappingarárinum var miðverjin darvaður av skaða. Bartal Wardum var ein av teimum báðum, ið ikki fingu endurval til komandi dystirnar í Noreg og Albania. Nakað sum tykiskt heldur løgið tí hann hevur hildið støðið í avrikunum, og tað hevi kanska verið upplagt, at Bartal Wardum slapp at vísa seg í venjingardystinum í Noregi. Grundgevingin hjá Håkani Ericson var, at hann vildi hava fleiri álopskendar spælarar við.

Nú hava Bartal Wardum, Teitur Matras Gestsson, Hanus Sørensen, Viljormur Davidsen og Áki Samuelsen sáttmála við HB fyri næsta ár. Tað er ikki greitt, hvør verður høvuðsvenjari.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 07. november 2023

47 Leygardagur 11. november 2023

Venjaratoymið hjá mansliðnum á Skála heldur fram

Pauli Poulsen, høvuðsvenjari, Bogi Gregersen, og Per Mikkelsen, hjálparvenjarar, og Steffan Gaard, sum málmansvenjari, halda fram komandi kappingarár

Per Mikkelsen, hjálparvernjari og Pauli Poulsen, høvuðsvenjari (Mynd: Skála ÍF)
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Venjaratoymið við Paula Poulsen sum høvuðsvenjara, Boga Gregersen og Per Mikkelsen sum hjálparvenjarum og Steffan Gaard sum málmansvenjara, heldur fram komandi kappingarár.

Við 70 stigum hevur Skála ÍF megnað at fáa lið í bestu deildini komandi kappingarár. Hetta var gjørt við 83 skoraðum málum og einans 20 ímóti.

Seinastu nógvu árini er bert eitt annað 1. deildarlið, ið hevur megnað at fáa 70 stig. Tað var tá Skála ÍF í 2015 fekk sama stigatal. Tá var Pauli Poulsen eisini høvuðsvenjari.

– Saman við Paula hava vit sett langtíðarmál fyri besta mansliðið, har vit við fíggjarligum skynsemi ynskja at røkka so langt, sum gjørligt innan fyri ymiskar karmar. Herav kann nevnast at bulurin á liðnum eru leikarar, ið hava tilknýti til nærøkið og dentur verður lagdur á at menna egnar leikarar, sigur Jóannes Prestá, formaður hjá Skála Ítróttarfelag.

Sáttmálin við Paula Poulsen er longdur til og við 2026, meðan Bogi og Per taka eitt ár afturat í fyrstu atløgu.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 04. november 2023

48 Leygardagur 11. november 2023

Klæmint spælt sín seinasta dyst fyri Breiðablik

Talan var um bólkaspælsdyst móti belgiska Gent í Reykjavík, har heimaliðið var nær við at fáa stig. Rituvíkingurin spældi seinastu løtuna - nú vendir hann nøsini heim til NSÍ

Klæmint Andrasson Olsen fær nógv rósandi orð úr Íslandi fyri sín innsats og sín persón. Hann setti punktum við sínum almenna dysti nummar 40 fyri Breiðablik. Samanlagt skoraði føroyski metmálskjúttin 13 mál - næsta ár skal hann skora fyri NSÍ aftur (Mynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

Hann varð nógv umrøddur fyri einum ári síðani, eftir at barndómsfelagið var flutt niður úr Betrideildini. Klæmint Andrasson Olsen hevði bert umboðað NSÍ í sínum lívi og stóð nú á einum vegamóti: Skuldi hann fylgja hjartanum og felagnum niður í 1. deild og harvið millum annað missa landsliðssplássið ella royna okkurt annað á hægri stigi.

Breiðablik var eitt felagnum sum lá framvið og kom við einum, fyri Klæmint og NSÍ, ógvuliga hóskandi boði. Áleyparin varð leigaður í eitt ár til eitt felag, sum koyrir á nógv hægri stigi enn eitt lið í føroysku 1. deild 

Harvið slapp Klæmint Andrasson Olsen frá at umboða annað føroyskt felag, samstundis sum hann kundi menna seg í yrkisumhvørvi og halda landsliðsplássið. Málslúkurin slapp tó ikki at spæla nakað serligt fyrstu tíðina - venjarin hjá Breiðablik helt millum annað, at fysiska støðan ikki var nóg góð, og hørð kapping var um plássini hjá íslendsku meistarunum.

Nakrir skaðar - millum annað álvarsamur knæskaði hjá Patriki Johannesen - og góð "innhopp", har Klæmint var avgerandi, gjørdu tó mun. Eisini gjørdist rituvíkingurin bara betri fyri, og hetta var nakað hann setti orð á fyri Portalinum. Tá samanumkom skoraði Klæmint 13 mál í 40 skrásettum dystum fyri Breiðablik.

[object Object]
14 evropeiskir dystir og søgulig mál hava verið millum hæddarpunktini hjá Klæminti í Breiðablik (Mynd: EPA)

[object Object]
Hann hevur ikki havt nakað stórt landsliðsár, og eitt mál restar framvegis í hjá Klæminti at taka málmetið einsamallur. Hann og Føroyar hava seinastu møguleikarnar í 2023 seinni í mánaðinum (Mynd: Sverri Egholm)

Klæmint Andrasson Olsen setti punktum í gjár, tá Breiðablik tók ímóti Gent á Laugardalsvøllinum. Einki stig á íslendsku kontuni eftir trý umfør, og útiliðið var rímiliga stórur favorittur. Gent legði seg eisini á odda, men Jason Daði Svanthorsson skoraði í bæði 16. og 18. minutti. 2-1 og Svanthorsson søguligur sum fyrsti íslendski málskjútti fyri íslendskt felag í einum evropeiskum bólkaspæli.

Í fyrsta umfari skoraði Klæmint tvey mál fyri Breiðablik í Ísrael. Harvið er 33-ára gamli føroyingurin søguligur í Íslandi, tí Breiðablik er fyrsta íslendska felagið í einum bólkaspæli. Tá endaði tað við 3-2 tapi, og tað gjørdi tað eisini í gjár.

Tá Klæmint Olsen kom á vøllin fyri síðsu ferð í einari Breiðablik-blusu, hevði Gift Orban hjá Gent staðfest sítt hattrikk. Heimaliðið royndi, men framvegis einki stig í Conference League til liðið úr Kópavági.

Avtala er gjørd millum Klæmint og Breiðablik um, at hann ikki verður við til tveir teir seinastu bólkaspælsdystirnar: Heim til familjuna og arbeiðið sum húsavørður í skúlanum við Løkin. Har fer metmaðurin at spæla sínar heimadystir aftur næsta ár, tá NSÍ verður aftur í Betrideildini. Fyrst er tað tó landsliðið - 16. og 20. november.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 10. november 2023

49 Leygardagur 11. november 2023

B36 vann U21-finaluna eftir longda leiktíð

Rani Wenningsted Sørensen legði annars HB tvær ferðir á odda, men tá alt skuldi avgerðast, gjørdi B36 bart og vann 4-2

Stórur fagnaður á B36'arunum eftir longu finaluna. Hetta er aðru ferð seinastu trý árini, at B36 vinnur U21-finaluna (Mynd: Bjarni Enghamar/Bjarna Myndir)
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

Grannauppgerð var um Thomas Dam Intersport steypið farna fríggjakvøld, og tað gjørdist ein ógvuliga spenanndi dystur. Stóru havnarfeløgini noyddust út í longda leiktíð á Tórsvølli - har vóru teir hjá B36 stinnari.

B36 hevði bóltin meira, men HB legði seg á odda eftir gott kontraálop, sum endaði við at Rani Wenningsted Sørensen dribblaði seg í góða støðu og legði bóltin í málið. Teir í hvítum fingu tó løn fyri leikligu yvirvágina, tá Emil Weihe Joensen, ein av mest eyðsýndi spælarunum í finaluni, javnaði beint fyri hálvleik.

Rani sló aftur til tíðliga í 2. hálvleiki, tá 19-ára gamli vinstri vongurin hjá HB skoraði til 2-1 frálíkt langskot. Tað eydnaðist B36 at javna tíggju minuttir fyri leiklok eftir flott álop, sum endaði við, at innskifti Tobias Hansen var fyrstur á returbólti. 

Sami Tobias átti góða uppleggið, tá hann tíðliga í longdu leiktíðin dribblaði seg ígjøgnum í høgru og legði flatt inn til ein annan innskiftara, Tórur Eið Eliasen. 3-2 og B36 sat nú av álvara á tí. Vinstri vongurin Carl Mikkelsen fekk eisini seinasta orðið, og eftir seinasta bríksl hjá Heina Ziskason Viðoy kundu B36'arnir fegnast: Liðið hjá Johnny Samuelsen var samanlagt omaná og lyfti steypið. Miðverjin Mattias Weihe Joensen varð valdur til dagsins spælara.

[object Object]
Myndir: Bjarni Enghamar/Bjarna Myndir

Hetta var aðru ferð uppá trý ár, at B36 vann U21-kappingina. Síðani tað bleiv til U21 í 2018, eru tað bert feløg úr Havnar kommunu, sum hava vunnið steypakappingina hjá "elsta dreingjaárganginum": HB tríggjar ferðir, B36 tvær ferðir og AB eina ferð.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 04. november 2023

50 Leygardagur 11. november 2023

FSF skal hava nýggjan aðalskrivara næsta ár

Hetta kemst av, at Virgar Hvidbro gevst. Hann hevur verið aðalskrivari í Fótbóltssambandi Føroya í næstan 15 ár

Fótbóltssamband Føroya fer at lýsa starvið leyst, og ætlanin er, hava avloysaran fyri Virgar Hvidbro uppá pláss tíðliga næsta ár (Mynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

Síðani 2009 hevur Virgar Hvidbro verið aðalskrivari í Fótbóltssambandi Føroya. Nú hevur klaksvíkingurin boðað starvsnevndini frá, at hann ynskir at gevast í starvinum.

– Fótbóltssamband Føroya hevur verið í støðugari menning undir leiðslu av Virgari Hvidbro, har hansara íkast til føroyskan fótbólt kemur at hava varandi virkna. Tað kennist tí sorgblítt at biðja einum trúgvum felaga farvæl.

Soleiðis sigur Christian Andreasen, forseti í FSF, við heimasíðuna í samband við tíðindini, sum Fótbóltssambandið ber nú seint seinnapartin

Tilgongdin at seta nýggjan aðalskrivara byrjar beinanvegin verður staðfest. Starvið verður lýst leyst, og Starvsnevndin hjá Fótbóltssambandinum miðjar ímóti, at nýggjur aðalskrivari verður settur í starv tíðliga næsta ár.

Nýggi aðarlskrivarin fær millm annað sum uppgávu at bera menningarætlanina hjá Fótbóltssambandi Føroya (2021-2026) á mál. Hon inniber millum annað, at Føroyar skulu gerast heimsmeistarar í luttøku - vit fara nú undir at byggja víðari á støðuga grundarlagið, sum Virgar Hvidbro hevur tryggjað, staðfestir Christian Andreasen.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 07. november 2023

51 Leygardagur 11. november 2023

Margunn Lindholm í blátt

27 ára gamla Margunn Lindholm skiftir úr NSÍ til KÍ at spæla komandi kappingarár

(Mynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Tá KÍ-kvinnurnar í vikuni vandu á Djúpumýru er eitt nýtt andlit á vøllinum.

27 ára gamli miðvallarin Margunn Lindholm hevur skrivað undir føroyameistararnar í KÍ, og verður partur av hópinum næsta kappingarár.

Margunn Lindholm spældu fyrstu árini í vaksnamannafótbólti við felagsliðnum B68/NSÍ, men spældi árini frá 2013 til 2019 við EBS/Skála. Síðani 2020 hevur hon spælt fyri NSÍ.

Sambært Faroesoccer hevur Margunn Lindholm spælt 136 dystir og skorað 87 mál í fremstu kvinnudeildini. Á landsliðnum hevur hon í fleiri umførum verið við.

[object Object]Margunn Lindholm og Jonas Nielsen (Mynd: KÍ)

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 06. november 2023

52 Leygardagur 11. november 2023

Kvinnurnar hjá FC Hoyvík í bestu deildina

Felagið metir seg við støðugt vaksandi fólkagrundarlagnum í Hoyvík í huga, at kunna gera seg galdandi bæði innan mannfólka- og kvinnufótbólt í framtíðini

 
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

Fótbóltsfelagið FC Hoyvík hevur gjørt av, at raðfesta kvinnufótbólt høgt næsta kappingarár. Í hesum sambandi ætlar felagið á fyrsta sinni at luttaka í Betrideildini hjá kvinnum í 2024. Avgerðin um hetta varð tikin saman við eldhugaðu kvinnunum á fundi í gjár. 

FC Hoyvík luttók í øllum aldursbólkum fyri gentur í júst lokna kappingarári. Gentur U13 vunnu greipuna - bæði FM-og steypakappingina 2023. Undanfarin ár hava U16 við gentum eisini staði seg sera væl.

Seinastu árini hevur FC Hoyvík hvørt ár, havt fleiri gentur við á ungdómslandsliðunum, og í løtuni er felagið umboðað bæði á U15 og U17 landsliðunum.

Felagið metir seg við støðugt vaksandi fólkagrundarlagnum í Hoyvík í huga, at kunna gera seg galdandi bæði innan mannfólka- og kvinnufótbólt í framtíðini. 

Eykaaðalfundur verður 23. november, har nevndarval og framtíðarætlanir eru á skránni.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 09. november 2023

53 Leygardagur 11. november 2023

U17 landsliðið við gentum úttikið

18 gentur skulu umboða Føroyar í menningarkapping í Albania í døgunum 24. - 30. november

Eyðvør Jakobsen, venjari (Mynd: Bjarni Enghamar/FSF)
SkrivaÐ:

Alda Nielsdóttir

Síðst í hesum mánaðinum fer U17 fótbóltslandsliðið við gentum til menningarkapping í Albania, og Eyðvør Jakobsen, venjari hevur nú, saman við hjálparvenjarinum Jacobu Langgaard, sett navn á tær átjan, sum skulu umboða Føroyar í kappingini.

Umframt vertstjóðina Albania skulu Føroyar eisini møta Kasakhstan og Wales. Ferðalagið verður burtur í døgunum 24. til 30. november.

Fyrsti dystur verður móti Kasakhstan 24. november, 27. november spæla Føroyar móti Albania, og 30. november hitta føroysku U17-genturnar Wales.

Hópurin, sum er úttikin, er:
Sára Kristiansen, BSF
Brá Zakariasardóttir, B36
Ingrið Berg Rasmussen, EBS/Skála
Maria Ejdesgaard Hansen, FC Hoyvík
Sofía Ejdesgaard Hansen, FC Hoyvík
Halla Morgan Ejdesgaard, FC Hoyvík
Leona Kjærbæk Djurhuus, FC Suðuroy
Marta Sofía Østerø, HB
Lý Gray Djurhuus, HB
Mira Bendix Laursen, HB
Silja Ragnarsdóttir Trier, HB
Helga Mikkelsen, NSÍ
Rannvá við Streym, NSÍ
Sólja Vinjardsdóttir Johansen, NSÍ
Jakobina Bergsdóttir, Vildbjerg
Anna Jørginsdóttir, Víkingur
Eydna Olsen Dalheim, Víkingur
Mirjam Skoralíð, Víkingur

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 04. november 2023

54 Leygardagur 11. november 2023

Nógv virksemi á Dungasandi

Í Sørvági eru tey nú farin gongd aftur at útbyggja leikvøllin, eftir at friðingarmyndugleikin í vár setti ein steðg í

Grava út fyri nýggja skýlinum (Mynd: Sørvágs kommuna)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Arbeiðið at um- og útbyggja leikvøllin á Dungasandi fór í gongd í vár, men friðingarmyndugleikin setti skjótt ein fyribils steðg í.

Sørvágs kommuna skrivar, at hesin knúturin nú er loystur og at øll loyvi eru fingin uppá pláss.

Fótbóltur í Vágum klárar seg væl, og fyri framhaldandi at sleppa at spæla í bestu deildini, eru ávís krøv til kringumstøðurnar.

Eitt av hesum krøvum er, at áskoðarar skulu kunna sita undir taki, og hetta skal vera í seinasta lagi í 2024. Somuleiðis er eitt sokallað fjølmiðlarúm eisini eitt krav. Hetta eru tey arbeiðini sum nú síggjast aftur á Dungasandi.

Fjølmiðlarúmið er nú innilokað, og tað er Egil Petersen sum hevur staðið fyri timburarbeiðinum. Stoypiarbeiði stóðu arbeiðsmenn hjá Gutta Guttesen í Bø fyri. Niðara hæddin verður eitt goymslurúm, til mál og aðra útgerð.

Vegurin fram við Kirkjuánni til 07 Vestur-húsið bleiv asfalteraður hósdagin.

Hinumegin 07 Vestur-húsið, ímóti Stórá, skal skýlið gerast. Skýlið fer at rúma 480 áskoðarum, og verður yvir 4. hæddir. Skýlið er prosjekterað við støði í L-elementunum frá gamla Tórsvølli. Skýlið er projekterað so lágt sum gjørligt, við atlitið fyri grannunum. Klæðingin verður ein opin alu-klæðing, so skýlið verður transparent at síggja til frá Niðaravegi.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 10. november 2023

55 Leygardagur 11. november 2023

Føroyar bjóðaðu Íslandi av allan vegin

(30-29) Tað kundi tað sama verið endað við føroyskum sigri í Reykjavík. Tað var serliga seinni hálvleikur, ið eydnaðist væl, og talan var um góða upphiting til EM

Elias Ellefsen á Skipagøtu stýrdi føroyska spælinum meginpartinum av dystinum. Tað var í 7 móti 6, at tað eydnaðist væl. Kiel-spælarin fekk veruliga gongd á málskjótingina eftir steðgin (Mynd: mbl.is)
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

Farna fríggjakvøld taptu Føroyar 39-24 í fyrra EM-fyrireikingardystinum millum Ísland og Føroyar og Reykjavík. Seinni dysturin leygardagin var munandi betri, har føroyska liðið til tíðar fekk víst seg frá sínari bestu síðu.

7 móti 6 spælið við Eliasi Ellefsen á Skipagøtu mitt fyri koyrdi sum heild heilt væl gjøgnum tað mesta av dystinum, Føroyar fingu stýrt leikferðini meira, og verjan var í løtum krútsterk við Nicholas Satchwell í málinum og millum annað Teis Horn Rasmussen mitt fyri.

Ísland byrjaði og endaði 1. hálvleik væl betri, men annars vóru føroyingar væl við. Spælt var í yvirtali í álopinum frá byrjan, Bjarni í Selvindi og Kjartan Johansen, sum als ikki spældu í fyrra dystinum, byrjaðu inni á hvør sínum bakki. Hetta var fyrsti A-landsdystur hjá Bjarna, og stóð 21-ára gamli skálamaðurin seg ógvuliga væl: Bjarni tordi at fara nakrar ferðir, skeyt væl og hevði nakrar góðar fríspælingar.

Spælið varð gott, eftir at tað var eitt sindur trilvandi hjá Elias og teimum fyrstu løtuna. Nakrir brendir møguleikar móti sterka íslendska málverjanum kostaðu eisini, men tað var umráðandi, at Hákun West á Teigum kom til fleiri málmøguleikar í í hesum dystinum í mun til kvøldið fyri, tá hann bert skeyt einaferð. Hesaferð gjørdist høgri vongurin úr Füsche Berlin føroyskur toppskjútti við níggju málum, og var hann í flestu førum púra tryggur.

Føroyska verjan ernaðist eisini, og Føroyar vóru betra liðið í seinna hálvleiki. Nicholas Satchwell í málinum hevði nógvar góðar bjargingar, og eftir 16-12 til Ísland í steðginum, gjørdist tað skjótt føroysk leiðsla í seinna hálvleiki.

Ísland noyddist at seta størstu stjørnuna Ómar Inga Magnusson inn í fyrra hálvleiki, tá stígur var komin í, og hann, Áron Pálmarsson og hinir noyddust at spæla við fullum úrblástri fyri at koppa Føroyum. Nýggi íslendski venjarin, Snorri Steinn Guðjónsson, viðurkennir eisini, at teir høvdu trupult at tálma Føroyum. Elias á Skipagøtu fann veruliga stórspælið fram eina løtu í 2. hálvleiki, og íslendska verjan hevði høvuðbrýggj. Vilhelm Poulsen kom eisini inn og vísti seg væl fram.

Tað var ein ógvuliga javnur dystur seinastu løtuna, har heimaliðið var stinnari og tryggjari í skotunum. Viktor Hallgrímsson kom inn aftur seinastu minuttirnar og hevði nakrar stórbjargingar, og tað endaði 30-29.

Næstu dystirnir hjá Føroyum vera tveir venjingardystir móti Belgia. Hesir verða spældir í Høllini á Hálsi, ávikavist fríggjdagin 5. januar og leygardagin 6. januar.

EM-fyrieikingardystur, nummar tvey
Laugardalshøllin, leygardagin 04. november
Ísland - Føroyar 30-29 (16-12)

Málskjúttar hjá Føroyum:
Hákun West av Teigum 9
Elias Ellefsen á Skipagøtu 6(2)
Vilhelm Poulsen 4
Leivur Mortensen 3
Rói Berg Hansen 2
Bjarni í Selvindi 2
Teis Horn Rasmussen 2
Óli Mittún 1

Bjargingar: 
Nicholas Satchwell 10 

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 04. november 2023

56 Leygardagur 11. november 2023

Kyndil koppaði Neistanum

Tær í grønum vóru stinnari móti endanum av granna- og oddauppgerðini á Hálsi týskvøldið og vunnu við trimum málum. Kyndil og Neistin eru jøvn í stigum eftir átta dystir hvør

Turið Arge Samuelsen toppskjútti í grannauppgerðini. Hon skoraði 13 mál, tá Neistin tapti fyri fyrstu ferð í ár (Savnsmynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

Tey hava vunnið á øllum hinum, og nú hava tey vunnið vunnið eina ferð ímóti hvørjum øðrum. Grannarnir í Havn eru sterkast í SMS-deildini, og eftir dystin á Hálsi týskøldið eru liðini púra jøvn í stigum (14).

Kyndil byrjaði eisini betri. Verjan var sterk, og tað gingu næstan átta minuttir til Neistin skoraði. Tað tyktiskt sum tær í bláum skuldu líka venja seg við at spæla uttan Bjørk Franksdóttir Joensen. Hon hevur verið flúgvandi í ár. Vinstri bakkurin skoraði til dømis 13 mál móti StÍF í síðstu viku, men Bjørk var ikki tøk hetta kvøldið.

[object Object]
Bjørk Franksdóttir Joensen, ið her steðgar Báru Krossteig Hansen í hálvfinaluni í fjør, manglaði hjá Neistanum í kvøld (Savnsmynd: Sverri Egholm)

Ístaðin tók Maria Pálsdóttir Nólsoy størri ábyrgd og hevði hon fleiri heilt flott mál, har nummar 7 tók sakina í egnar hendur. Anna Sigrunadóttir Mikkelsen hevði eisini nógv góð mál úr bakketuni, og sum heild kom Neistin væl fyri seg í 1. hálvleiki, sum endaði 12-10 til tær í bláum. Verjan fekk skjótt betur fatur á, Silja Arngrímsdóttir Müller kom eisini inn í málið og hevði nakrar góðar bjargingar, og Kyndil tykiskt ikki heilt finna stevið aftur fyrrenn nakrar minuttir inn í 2. hálvleik - tá kom álopsmaskinan av álvara í gongd.

Tað var 11-15 einaferð, men skjótt gjørdist talan um heilt javnan dyst aftur. Neistin royndi at fara frá aftur, men Kyndil hekk allatíðina í og gjørdi bart seinastu løtuna. Verjuparturin eydnaðist væl, og álopsspælið var effektivt. Bára Krossteig Hansen fekk nøkur umráðandi mál, og sum so ofta fyrr gekk Turið Arge Samuelsen á odda. Hon gjørdist toppskjútti í kvøld við 13 málum.

Tað fór frá 23-21 til Neistan til 25-23 til Kyndil uppá tríggjar minuttir, og so hildu tær í grønum fast. Tvey týdningarmikil stig til Kyndil, og tað er lagt upp til spenning í oddinum millum hesi bæði liðini.

SMS-deildin 8. umfar
Høllin á Hálsi 7. november
Kyndil - Neistin 28-25 (10-12)
Toppskjúttar: Turið Arge Samuelsen 13 mál, Maria Pálsdóttir Nólsoy 10 mál

Høllin á Skála 8. november
StÍF - EB 35-27 (18-16)
Toppskjúttar: Maria Magnadóttir 10, Nukaaka Petrussen Lyberth 10

Støðan

Neistin 14 (+63)
Kyndil 14 (+53)
StÍF 10
H71 8
VÍF 6
Stjørnan 4
EB 3
VB 1

VB, Stjørnan, VÍF og H71 hava spælt 7 dystir - hini 8

Komandi dystir:

Leygardagin kl. 13.30: Stjørnan - VB (KÍ-høllin)
Sunnudagin kl. 14: VÍF - H71 (Høllin í Vestmanna)
Mikudagin kl. 19.30: Kyndil - StÍF (Høllin á Hálsin)
Hósdagin kl. 19.30: Neistin - Stjørnan (Høllin á Hálsi)

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 07. november 2023

57 Leygardagur 11. november 2023

Neistin hevur spennandi uppgávu í Portugal um vikuskiftið

Benfica tekur ímóti í Lissabon bæði í dag og í morgin. Talan er um triðja umfar í European Cup og stóran bita fyri Neistakvinnur

Høvuðsvenjarin hjá Neistanum er portugisiski RIcardo Oliveira. Hann skal nú aftur til heimlandið at dystast. Kvinnurnar hjá Neistanum spældu seg í undanfarna umfari víðari í evropeiskari kapping fyri fyrstu ferð í søguni
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

Tvey føroysk lið eru eftir í evropeisku kappingunum: Menninir hjá VÍF og kvinnurnar hjá Neistanum.

Neistin spældi seg víðari eftir dramatiska brotskastskapping í Litava í september. Tað stóð á jøvnum samanlagt eftir tvær ferðir 60 minuttir, og eisini tá  longd leiktíð hevði verið eftir seinna dystin. Neistin var stinnari, tá tað skuldi avgerast úr sjey metrum, og var hetta ein søguligur sigur hjá Neistanum.

Lagnan vildi tað so, at venjarin, Ricardo Oliveira skal aftur til heimlandið í hesum umfarinum. Neistin trekti eitt av mótsstøðuliðunum, har møguleikin fyri víðari luttøku/tøttum dystum er minst: Sport Lisboa e Benfica.

Benfica er mest kent fyri fótbólt, men er eisini heilt gott á hondbóltssíðuni. Tað vera á pappírinum ógvuliga ávbjóðandi men spennandi dystir hjá Neistakvinnunum um vikuskifti. 

Fyrri dysturin er í dag klokkan 13 føroyska tíð. Liðini spæla aftur í morgin klokkan 14. Báðir dystirnir verða spældir í portugisiska høvuðsstaðnum. 


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 09. november 2023

58 Leygardagur 11. november 2023

Fleyr hevur fótað sær – Dráttur einsamalt oddalið

Eftir trilvandi byrjan upp á kappingina, har Fleyr tapti fyri bæði Drátti og Mjølni, tykist havnarliðið nú at hava fótað sær eftir tryggan 3-0 sigur á Mjølni. Á Giljanesi gjørdi Dráttur sína skyldu, og vann á lættliga á Ternuni

(Mynd: Fleyr)
SkrivaÐ:

Innsent

Føroya Tele-deildin, kvinnur:
Fleyr – Mjølnir 3-0 (25-18, 25-19, 25-14)

Eftir trilvandi byrjan upp á kappingina, har Fleyr tapti fyri bæði Drátti og Mjølni, tykist havnarliðið nú at hava fótað sær eftir tryggan 3-0 sigur á Mjølni, sum aftur var mótstøðulið í gjárkvøldið.  

Eftir at Mjølnir var undan fyrstu løtuna av dystinum, javnaði Fleyr til 6-6, og hugdi síðan ikki aftur um bak, og vann fyrsta settið 25-18 eftir blokk frá Óluvu Mohr.

Gaman í var eitt vet av spenningi í øðrum setti, tá Mjølnir bardi seg framum 10-8, eftir at hava verið aftanfyri 6-2. Men seks bóltar seinni var leiðslan farin fyri skeytið, og Fleyr var frammanfyri 14-10. Mjølnir javnaði aftur til 15-15, men enn einaferð dró Fleyr frá og megnaði hesaferð at halda fast um leiðsluna og vinna settið 25-19.  

Í triðja setti var aftur heilt stórur munur, og Fleyr legði seg á odda 9-2. Eina løtu nærkaðist Mjølnir aftur, og munurin var bara trý stig, 15-12, tá smassjið hjá Fleyr fór í netkantin og út. Tá høvdu venjararnir hjá Fleyr sæð nokk, og bóðu um leikbrá.

Hetta gjørdi mun, og Mjølnir vann bara tvey stig eftir hetta, og serliga trupult var hjá teimum at fáa bilbugt við servunum frá Óluvu Mohr, sum servaði Fleyr frá 18-13 til 23-13, áðrenn Mirjam Glerfoss gjørdi tað til 25-13 við einum lobbi, sum Mjølnir ikki megnaði at fáa upp aftur. 

Dráttur – Ternan 3-0 (25-11, 25-10, 25-18)
Á Giljanesi gjørdi Dráttur sína skyldu, og vann á lættliga á Ternuni.  

Í fyrsta setti fór Dráttur frá 4-3 upp á 11-3 eftir frálíkar servur frá Aleksandru Jørgensen, og settið varð vunnið 25-11.

Støðan gjørdist 14-2 í øðrum setti, og so var tað avgjørt. Aftur hesa ferð gjørdi Aleksandra um seg við servunum. Hon servaði ta fyrstu við støðuna 6-2 og helt á til 14-3. Settið var vunnið 25-10, og síðstu fýra servurnar átti 17 ára gamla Andreja Petrovic, dóttir vanjaralegenduna hjá SÍ.

Men so var alt vent á høvdið í triðja setti – í hvussu er eina løtu, tí Ternan legði seg á odda 6-1 og var á odda líka til 12-11. Tá hevði Dráttur aftur eina langa servirøð, sum Elin Ásvør Debes tók sær av, og Dráttur fór frá 8-12 upp á 14-12. So líðandi dragnaði millum liðini, og Dráttur vann at enda 25-18. Sigast skal, at hetta settið brúkt Dráttur nógvar leikarar, sum ofta ikki fáa so nógva tíð á vøllinum.

KÍF – TB 0-3 (15-25, 20-25 23-25)
Oddasessurin hjá KÍF undan dystinum ímóti TB kundi kanska sigast at vera eitt sindur bíliga keyptur, tí sigrarnir vóru komnir ímóti Ternuni og SÍ, sum ikki er, sum tað plagdi. TB skuldi hinvegin prógva, at meira búði í teimum eftir avsmurningin ímóti Fleyr, sum tó var merktur av, at TB var illa mannað.

Í Kollafirði leygardagin var tað heimaliðið, sum kom best frá byrjan og legði seg á odda 5-1, 8-4 og 13-11, men góða byrjanin fór tó fyri mutur og skutur, tá TB vann 9 stig á rað og legði seg á odda 20-13. Framúr servurnar átti Sharon Holm Haynes. Eitt serviess frá Ranju Magnussen – fimta servan á rað – gjørdi tað til 25-15.

Í øðrum setti var søgan at kalla tann sama. KÍF legði seg á odda 14-10, men so kom kinkur á, og TB vann 8 av 9 teimum næstu stigunum og legði seg framum 18-15. KÍF menti seg aftur og kom upp á 20-21, men so vann TB rest og settið 25-20. Settbólturin var vunnin við blokki frá Sharon Holm Haynes.

Í triðja setti sá TB út til at fara at smyrja KÍF av, tá støðan gjørdist 19-11 og 21-14, men KÍF gjørdi eitt øgiligt comeback og javnaði til 22-22 og 23-23. TB fekk tó dystarbólt, og tá kiksaði servumóttøkan hjá KÍF, og TB vann 25-23.  

Støðan í Føroya Tele-deildini, kvinnum:
Nr. Lið   Dystir/Stig (settmunur)
1 Dráttur   3  /  8   (+7)
2 Fleyr       4  /  7   (+3)
3 TB           3  /  6   (+3)
4 KÍF          3  /  6    (+3)
5 SÍ            3  /  3    (-3)
6 Mjølnir  3  /  3    (-4)
7 Ternan  3  /  0    (-9)

Komandi dystir:
Leygardagin kl. 17: Fleyr-Ternan
Sunnudagin kl. 13: Dráttur-TB
Sunnudagin kl. 15: SÍ-Mjølnir
Mikudagin kl. 19: KÍF-Fleyr



Greinin varð fyrstu ferð løgd út 07. november 2023

59 Leygardagur 11. november 2023

SÍ streyk upp á tindin

Flogbóltur: Í øllum trimum settunum legði SÍ seg trygt á odda miðskeiðis í settunum, men misti so takið aftur, og Fleyr var um reppið at javna

(Mynd: SÍ)
SkrivaÐ:

Innsent

Føroya Tele-deildin, menn:
SÍ – Fleyr 3-0 (25-22, 25-20, 25-22)
 

Við 3-0 sigri á Fleyr í Sørvági í gjárkvøldið streyk SÍ heilt upp á tindin í Føroya Tele-deildini, har tað tó er trongt, tí har standa eisini ÍF og Mjølnir, øll trý við sjey stigum.  

Í øllum trimum settunum legði SÍ seg trygt á odda miðskeiðis í settunum, men misti so takið aftur, og Fleyr var um reppið at javna, men tá settini nærkaðust endanum, var SÍ aftur stinnari og vann avgerandi bóltarnar.

Í fyrsta setti hevði Fleyr næstan fingið samband við SÍ aftur, eftir at hava verið aftanfyri 5-10, men so feyk SÍ avstað og legði seg á odda 18-11. Settið tóktist avgjørt, men enn einaferð kom Fleyr afturíaftur og fekk samband við støðuna 20-22. Nærri enn tvey kom Fleyr tó ikki, og við triðja settbóltinum gjørdi Mileta Vesovic bart og langaði hann niður ímillum netið og blokkin hjá Fleyr.

Í øðrum setti gjørdi SÍ eitt skarvslop frá 6-6 til 15-8, men aftur fekk Fleyr samband, tá Jónfinnur Hansen mitt fyri smassjaði til 17-18 til SÍ. Nærri kom Fleyr tó ikki, tí hinumegin netið var 42 ára gamli brasilski leikandi venjarin hjá SÍ, Cristiano Rodrigues Campos, eirindaleysur við tveimum smassjum á rað, og so var SÍ á odda 20-17. Hann var aftur upp á spæl til 21-18 og gjørdi tað til 23-18 við serviessi, og við trímannablokki vann SÍ settið 25-20.   

Sama søga var í triðja setti. Frá 5-5 fór SÍ upp á 14-8 og 16-10, og so fór jagstranin hjá Fleyr í gongd. Og hon mundi hepnast. Við góðum blokkspæli og góðari verju minkaði Fleyr skjótt um munin, og støðan gjørdist 22-23, tá Mattias Isaksen lobbaði bóltin í spannina hjá SÍ. Beint eftir royndi Mattias seg við smassji á vonginum, men hesa ferð blokkaði Tóki í Haraldstovu, og so átti SÍ tveir dystarbóltar. Tann fyrri avgjørdi dystin, tá dómarin dømdi fyri dupultslagi hjá Fleyr.  

Sunnudagin kl. 17 verður veruligt oddabrak í Sørvági, tá SÍ tekur ímóti Mjølni.  

Støðan  í Føroya Tele-deildini hjá monnum:
Lið          Dystir   Stig  (Settmunur)
ÍF              3            7            (5)
SÍ              3            7            (5)
Mjølnir   3            7            (3)
Ternan    2            0           (-6)
Fleyr        3            0           (-7)

Komandi dystir:

Sunnudagin kl. 17: SÍ - Mjølnir
Mikudagin kl. 19: Mjølnir - ÍF
Mikudagin kl. 19: Ternan - SÍ

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 09. november 2023

60 Leygardagur 11. november 2023

Badminton: Eydnaðist ikki at vinna heiðursmerki

Føroyar endaðu á fjórða plássi til Small States kapping á Malta, og hóast tey kundu hugsað sær heiðursmerki, eru leikarar, venjarar og ferðaleiðarar sera væl nøgd

 
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Aftaná væleydnaða innleiðandi umfarið, eydnaðist tað tíverri ikki føroysku badmintonleikarunum at vinna heiðursmerki til Small States-kappingina á Malta.

Føroyar endaðu á 4. plássi - taptu 3-2 ímóti Malta.

Leikarar, venjari og ferðaleiðarar eru, hóast tey kundu hugsað sær heiðursmerki heim við, sera væl nøgd við kappingina.

– Støðið á kappingini er høgt, og okkara landslið hevur fingið og spælt nakrar sera góðar liðdystir hetta vikuskiftið, sigur Katrin Jacobsen, forkvinna í BSF. Hon leggur afturat, at ætlanin er, at hendan kappingin skal vera afturvendandi.

Í innleiðandi umfarinum gekk vøl hjá føroyska liðnum. Tey vunnu allar sínar dystir - 5-0 móti Liktinstein, 3-2 móti Malta og 5-0 móti Gibraltar.

[object Object]

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 06. november 2023

61 Leygardagur 11. november 2023

32 luttóku í borðtenniskapping í Trongisvági

Farna vikuskiftið var fyrsta borðtenniskapping í nýggja kappingarárinum

 
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Sunnudagin 5. november, varð fyrsta borðtenniskappingin í nýggja kappingarárinum spæld í høllini í Trongisvági, har 32 leikarar úr fleiri feløgum luttóku í fyrsta Grand Prix-umfari.

Leikt verða árliga seks Grand Prix-umfør, har øll – óansæð aldur og kyn – dystast hvør ímóti øðrum í bólkum, sum eru flokkaðir eftir støði við upp- og niðurflytingum alt eftir hvussu gongst teimum einstøku leikarunum.

Úrslitini frá fyrstu kappingini síggjast niðanfyri:

Bólkur A1
1. Simon Nykjær-Fisher (Viby BTK)
2. Fróði F. Jensen (Tór)
3. Hallur Thorsteinsson (Tór)
4. Ólavur Hammer (TBF)
5. Anja Wongwai (TBF)

Bólkur A2
1. Andreas Andersen (B75)
2. Albert Weihe Wolfsberg (Hillerød GI)
3. Ári F. Jensen (Tór)
4. Britt Michelsen (TBF)
5. Hans Jacob Gaard Petersen (TBF)

Bólkur A - endaspæl
1. Simon Nykjær-Fisher (Viby BTK)
2. Andreas Andersen (B75)
3. Albert Weihe Wolfsberg (Hillerød GI)
4. Fróði F. Jensen (Tór)

Bólkur B
1. Vagnur Kjærbech Nolsøe (TBF)
2. Rasmus Teitsson í Skorini (Tór)
3. Susie Midjord (TBF)
4. Teitur Haraldsen Albinus (Tór)
5. Poul Knút Poulsen (TBF)
6. Elsa Kathrina Gisladóttir (Tór)

Bólkur C
1. Jákup Debess (Tór)
2. Hadassa S. Christiansen (Tór)
3. Brandur Johannesen (Tór)
4. Tummas Wilhelm (Tór)
5. Suni á Lava (Tór)
6. Baldur Garðshamar (TBF)

Bólkur D
1. Rasmus Johannesen (Tór)
2. Silja Teitsdóttir í Skorini (Tór)
3. Rannvá Heiðriksdóttir (Tór)
4. Purin Poulsen (TBF)
5. Angelina Øster (TBF)
6. Kaya Thomsen (TBF)

Bólkur E
1. Geiri P. Augustinussen (TBF)
2. Rúnar Gunnarson (TBF)
3. Bára Sørensen (TBF)
4. Johanna Midjord (TBF)

Annað grand prix-umfar verður 18. november í Høllini á Hálsi í Havn.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 06. november 2023

62 Leygardagur 11. november 2023

Dart: Beinta Joensen og Uni Árting eru føroyameistarar

Hjá kvinnunum vann Beinta Joensen FM triðja árið á rað. Men hjá monnunum tapti Jan McIntoch í finaluni sín fyrsta cup-dyst í trý ár, og liðfelagin Uni Árting gjørdist føroyameistari

 
SkrivaÐ:

Innsent

Farna leygardag var Mentanarhúsið í Fuglafiðrið karmur um FM í dart. Kappast var hjá kvinnum og monnum og eisini var kappast í tvímansleiki. Byrja varð við teimum leikarum, ið ikki vóru styrkismettir.

48 menn og 6 kvinnur royndu at koma við at møta teimum 16 styrkismettu monnunum og teimum 4 styrkismettu kvinnunum.

Ikki var væntandi at nakar av hesum, skuldu koma á stóra pallin seinni um kvøldið, men har fóru flest øll skeiv, tí á kvinnusíðuni hendi tað óvæntaða.

Beinta triða árið á rað

Í bólkaspælinum hjá kvinnunum, ímillum tær ikki styrkismettu var ógvuliga spennandi, og vóru nógvir dystir, ið komu út í seinasta setti, ikki var væntað at nøkur teirra fór at koma langt, men tær spældu fyri sínum kjansi, bólkin vann yngsti kvinnuleikarin, Jóna Miðalberg og Maibritt Hvíthamar gjørdist nr 2.

Teir fýra landsliðsleikarnir, Beinta Joensen, Nadja Tróndardóttir, Birthe Sikivat og Joan Edvør Jacobsen komu inn í kappingina seinni enn hinar. Og vóru tær styrkismettar beinleiðis til fjórðingsfinaluna. Her var serliga dysturin ímillum Joan Edvør og Jónu, ið gjørdist spennandi, men Joan Edvør helt høvdið kalt í avgerðandi settinum og vann 4-3.

Beinta og Nadja avgreiddu sín setning og so var tað dysturin ímillum tær báðar fyrrvernadi FM vinnarnar Birthe Sikivat (2020) og Meibritt Hvíthamar (2017). Birthe var styrkismett sum nummar trý, men Maibritt lat ongan iva verða um, at hon var komin til Fuglafjarðar eftir FM steypinum, og vann trygt 4-1.

Í hálvfinalunum møttust Beinta Joensen (KDF) og Joan Edvør Jacobsen (VDF).

Sjálvt um Joan fleiri ferðir í kappingarárinum hevur argað Beintu, so var einki at gera her, Beinta vann 4-1.

Hin hálvfinalan var ímillum Nadju Tróndardóttir (ADF) og Maibritt Hvíthamar (HDF). Nadja er nyggj í dart, hetta er hennara fyrsta kappingarár, men hon hevur víst, at við hørðum arbeiði, so kann ein koma langt, hetta hevur givið henni pláss á landsliðnum, og eisini var hon av fleiri væntað at vinna FM í ár. Men Maibrtt vildi tað øðrvísi, og vann 4-2

Finalan var sostatt ímillum nummarr eitt á styrkilistanum Beintu Joensen og Maibritt Hvíthamar.

Finalan gjørdist spennandi, og kom Maibritt á odda 1-0, aðrenn Beinta tók tvey sett á rað. Maibritt javnaði síðani til 2-2, áðrenn Beinta ongan iva lat vera um, at hon er besti spælari í Føroyum, og vann sikkurt tvey tey seinastu settini. Og gjørsist harvið føroyameistari triða árið á rað.

Loksins vann Uni

Eins og hjá kvinnunum, so var bólkaspæl fyst, har 48 leikarar skuldu kappast um at møta teimum 16, ið hava verið bestir ígjøgnum árið.

Tá komið var fram til Top 32, vóru eisini 13 av teimum 16 leikarunum, ið hildu styrkismetingina. Longu í áttandapartsfinaluni vóru nógvir spennandi dystir, serliga dysturin ímillum Una Árting og fyrrverandi fleirfalda FM vinnaran, Remy Gaardlykke, bleiv spennandi.

Remy kom á odda 3-0, og Uni bardi seg upp á 3-2 áðrenn Remy kom á odda 4-2. Nú væntaðu tey flestu at Uni var knekkaður, men við eini ótrúligari styrki vendi hann dystinum og vann 5-4.

Hinar áttandapartsfinalurnar vóru nøkulunda sum vænta.

Tá komið var fram til fjóringsfinalurnar vóru dystirnir hesir

Jan McIntosh - Marjus Hansen 5-0
Esmar Mikkelsen - Jón Johansen 5-4
Uni Árting - Gunnar Mouritsen 5-2
Allan við Rætt - Jan Erik Fjallstein 5-3

Ikki tey heilt stóru yvirraskilsini, men tó vóru dystirnir sum Esmar og Allan vunnu, sera spennandi og kanska eitt sindur yvirraskandi, at baðir vágamennirnir Jón og Jan Erik longu ruku út, men teir møttu sterkum mótstøðumonnum.

Hálvfinalurnar vóru so ímillum Jan McIntosh (HDF) - Esmar Mikkelsen (Pílar og Skot) og Una Árting (HDF) - Allan við Rætt (D9). Jan og Uni gjørdu bart her og vunnnu ávíkavist 6-1 og 6-3.

Yvir tólv tímar aftaná at fyrsti pílurin var kastaður, var so finalan ímillum liðfelagarnar og landsliðsleikarnar Jan McIntosh og Una Árting.

Fá, ið fylgdu við, góvu Una tann stóra møguleikan at vinna, ikki tí at Uni er ein frálíka góður dartleikari, men tað at Jan ikki hevði tapt ein cup dyst í Føroyum í yvir trý ár talaði sína søk.

Finalan skuldi spælast yvr 13 sett, og gjørdist rættiliga spennandi. Baðir fylgdust allan vegin, og við støðuni 4-5 til Jan vendi Uni dystinum og tók trý tey seinastu settini og vann 7-5, harvið gjørdist Uni Árting FM vinnari 2023.

Úrslitini vóru hesi

[object Object]
Kvinnur
Nr 1 Beinta Joensen (KDF)
Nr 2 Maibritt Hvíthmar (HDF)
Nr 3 Nadja Tróndardóttir (ADF)
Nr 4 Joan Edvør Jacobsen (VDF)

[object Object]
Menn
Nr 1 Uni Árting (HDF)
Nr 2 Jan McIntosh (HDF)
Nr 3 Allan við Rætt (D9)
Nr 3 Esmar Mikkelsen (Pílar í Skot)

[object Object]
Tvímansleikur
Nr 1 Jan McIntosh og Uni Árting (HDF)
Nr 2 Jan Erik Fjallstein og Jón Johansen (VDF)
Nr 3 Petur Thomsen og Gunnar Mouritsen (HDF)
Nr 3 Allan við Rætt og Heri Kallsoy (D9)


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 07. november 2023

63 Leygardagur 11. november 2023

Bridge: Gott føroyskt úrslit í Small Federation Games

Føroyska bridge-landsliðið luttók í døgunum 25. til 27. oktober í fimtandu evropeisku Small Federation Games kappingini. Kappingin varð leikt í Tallin í Estlandi

 
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Talan er um eina kapping sum evropeiska bridgesambandið EBL árliga hevur skipað fyri síðani 2007, og er hetta fimtu ferð Føroyar luttaka í kappingini. Kappingin er ætlað teimum londunum, sum í bridge samanhangi eru at mett at vera eitt sindur minni enn tær størstu evropeisku bridgetjóðirnar.

Sammett við Føroyar er tó talan um fleiri lutfallsliga stórar bridge-tjóðir. Millum luttakandi londini kunnu nevnast Serbia, Kroatia, Rumenia, Bulgaria, Ungarn, Kekkia, Slovakia og baltisku londini Estland, Letland og Litava.

Millum 14 og 16 tjóðir hava hava seinastu árini luttikið í hesi kapping. Hesaferð luttóku 15 lond í kappingini, sum varð skipað á tann hátt at ein dystur varð leiktur móti hvørjum av luttakandi londunum. Sostatt skuldu leikast í alt 14 dystir yvir teir tríggjar dagarnar.

Tey 3 pørini ið mannaðu føroyska liðið vóru:
Dánjal Pauli Mohr – Árni M. Dam
Símin Lassaberg - Arne Mikkelsen
Magni Jøkladal – Pól Egholm

Føroyska liðið leikti sum heild væl, og vóru úrslitini rættiliga støðug sum kappingin leið. Føroyar byrjaðu kappingina væl, og eftir fimm teir fyrstu dystirnar á fyrsta leikdegi lógu Føroyar á triðja plássinum.

Sum kappingin leið gjørdist greitt, at talan fór at gerast um eina sera javna og spennandi kapping, har nógv vóru um boðið til fremstu plássini. Eftir at annar spælidagurin varð lokin lá føroyska liðið á fyrsta plássi við 7 stigum niður til annað plássið. Sostatt skuldi alt avgerast á triðja og seinasta leikdegi.

Føroyska liðið byrjaði seinasta leikdagin eitt sindur trilvandi við einum lutfallsliga jøvnum dysti móti Kypros sum tó varð vunnin, einum tapi móti Monako, og einum sigri á Rumenia. Hesi úrslit høvdu við sær at føroyska liðið lá á øðrum plássi undan tveimum teimum seinastu dystiunum, sum vóru móti ávikavist Kekkia og Serbia.

Í dystinum móti Kekkia gekk ikki væl í hond, og Føroyar taptu hendan dystin. Undan seinasta umfarinum lógu Føroyar sostatt á triðja plássi í eini sera javnari kapping har einans eitt stig var millum nr. 3 og 5 meðan 10 stig vóru upp til fyrsta plássið.

Í seinasta dystinum móti Serbia gekk javnt á, hóast bæði liðini høvdu møguleikar at avgera dystin til egnan fyrimun. Endin gjørdist at serbar vunnu hendan javna dystin við 25 impum móti 19, og var hetta nóg mikið hjá Serbia at vinna kappingina meðan føroyska liðið endaði á 5. plássi.

Endaliga úrslitið gjørdist sostatt at Serbia vann kappingina við 188,14 stigum meðan Litava gjørdist nr. 2 við 182,31 og Ungarn nr. 3 við 181,61 stigum. Monaco, ið undan seinasta dystinum lá á 1. plássi, gjørdist nr. 4 við 179,15 stigum meðan Føroyar fingu 5. plássið við 174,78 stigum.

Samanumtikið var talan um eitt gott og støðugt avrik hjá føroyska liðnum, sum gjøgnum alla kappingina lá millum 5 tey bestu.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 08. november 2023

64 Leygardagur 11. november 2023

Næstbest í smálandakappingini

Í dag byrjar nýggj avbjóðing fyri føroyska talvlandsliðið. EM í Montenegro

Høgni Egilstoft Nielsen, vinstrumegin, var ein tryggur skansi á 1. borði hjá Føroyum. Hann var ósigraður í kappingini, og fekk sjey stig í níggju dystum
SkrivaÐ:

Innsent

Tað eydnaðist ikki føroyska talvlandsliðnum at endurvinna kappingina fyri smátjóðir í Evropa á hesum sinni.

Andorra vann hesa áttandu kappingina, sum varð hildin á Jersey.  Føroyar endaðu nummar tvey av teimum tíggju liðunum. Føroyar vunnu sjey dystir, taptu ein og telvaðu ein javnan. Úrtøkan var 15 dystarstig og 26 borðstig.

Ósigurin fyri Luksemburg í fyrsta umfari kom okkum aftur um brekku, tí Andorra vann allar sínar dystir uttan tann móti Føroyum. Tá var úrslitið 2-2.

Góður endaspurtur

Føroyar vunnu sínar seinastu dystir. 4-0 móti San Marino og Jersey og í síðsta umfari ein tapran 2½-1½  sigur á Monako. 

Úrtøkan hjá føroysku telvarunum:
Høgni Egilstoft Nielsen 7/9
Martin Poulsen 4½/7
John Rødgaard 4/7
Luitjen Akselsson Apol 6½/8
Jón í Horni Nielsen 4/5

Endaliga støðan (Small Nations 2023)

[object Object]

Føroyska talvlandsliðið herjar á aftur alt fyri eitt. Í dag byrjar stóra EM-stevnan í Montenegro.

Føroyar eru styrkismettar nummar 36 av 38 liðum. Á føroyska liðnum eru Høgni Egilstoft Nielsen, Rógvi Egilstoft, Martin Poulsen og John Rødgaard.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 07. november 2023

65 Leygardagur 11. november 2023

Arkitektur og góður vinur farin um sýn

Minningarorð: Gudmund S. Hansen

 
SkrivaÐ:

Minningarorð / Føroya Ríðingarfelag

Tað kom ikki óvæntað á, tá eg leygarmorgunin í kaffistovuni hjá ríðifelagnum, fekk deyðsboðini um Gudmund S. Hansen. 

Gudmund hevur verið illa fyri seinastu tíðina, og nú hevur hann so fingið frið. Mánadagin fór hann til sítt seinasta hvíldarstað tætt við Sandá. 

Orsøkin til at eg nevni at arkitekturin er farin, er tann at Gudmund hevur havt sera stóran týdning fyri ríðifelagið á tí økinum. Hann hevur teknað øll fjósini, ríðihøllina, húsið, breytir o.a. sum er á økinum hjá felagnum í Havnardali. Nýggj fjós vera vónandi bygd komandi ár, og tey vera eisini bygd við tekningum hjá Gudmundi.

Tá felagshúsið var útbygt seinasta ár, var Gudmund longu so sjúkur, at vit ikki vildi troytta hann meira. Men dentur var lagdur á í nýggju tekningunum, at tær skuldi gerast í sama sniðið, sum Gudmund hevði teknað upprunaliga húsið. 


Sjálvt um hann var lítillátin, so kemur hetta til allar tíðir, at standa sum ein varði um Gudmund. 


Men Gudmund var sjálvandi so nógv annað enn arkitektur, hann var, sum Heri prestur segði í vøkru prædikuni, maður, pápi, verpápi, abbi og eisini langabbi. Eg kann so leggja afturat at eg haldi, at hann var eisini lívsnjótari, men uppá sín heilt egna máta. Hann gekk ikki so nógv uppí slips og klædningar, men honum dámdi væl at njóta lívið, m.a. við ferðum og góðum fólki, m.a. var hann fyri nógvum árum síðani, langan ríðitúr í USA, hetta var saman við svágrinum Rólant Reinert, dóttrini Gunrid og øðrum reiðfólkum. Myndin av Gudmundi og Rólant er frá tí túrinum. 


Gudmund var uppvaksin við rossum, pápin Hans var smiður og teir fingust við ross í teirri tíðini. Men tað var helst ikki fyrr enn hann møtti konuni Svanhild, at hann veruliga kom inn í rossaheimin. Svanhild er úr Norðradali og familjan hevði ross og Gudmund hevur øll árini síðani 80’ ini havt fjós í Havnardali, fyrst saman við svágrinum, men seinastu árini var beiggin, Mortan, eisini við í fjósinum.  Fjósið høvdu teir líka til fyri fáum árum síðani, tá teir allir valdu at selja bæði ross og fjós.

Rossaáhugin er eisini farin víðari í slektini. Børnini Hans Albert og Gunrid hava riðið nógv, og hava tey verið nógvar túrar saman.


Tað sum eg tó fari at minnast Gudmund best fyri, er at hann var eitt gott menniskja og ein góður vinur. Hann gav sær tíð at tosa við teg, lurtaði og spurdi hvussu ein hevði tað, familju o.a.

Um man vitjaði hann á teknistovuni, so vóru tekningar altíð lagdar til viks og kaffi sett fram. Tú kendi eisini á tær, at hann spurdi tí hann veruliga hevði áhuga, hetta var ikki bara fyri at spyrja. Ein kendi seg væl, tá man var saman við Gudmundi. 


Vil vegna Føroya Ríðingarfelag takka Gudmundi fyri alt, og sýna samkenslu til tykkum ið vara av. Serliga Svanhild og børnini Hans Albert og Gunrid, men sjálvsagt eisini til øll hini í stóru familjuni. 


Friður verið við minnið um Gudmund S. Hansen


Brandur 

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 08. november 2023