Leygardagur 13. Jan 2024 | Nr. 2 | Árgangur 5 | Kr. 0,00
SíÐa 9
SíÐa 24
SíÐa 2
SíÐa 42
SíÐa 40
SíÐa 30
Nýggj útgáva hvønn leygarmorgun kl. 7
Kanska ikki so nógv sjálvt uppskotið um nýggja fosturtøkulóg, men líka so nógv støðan innanhýsis í Framsókn gjørdist høvuðssøgan á politiska vígvøllinum hesa vikuna.
Ein heldur margháttlig støða hjá einum flokki at koma í – og kanska tekin um, at Framsókn er við at hava útspælt sín leiklut í Føroyskum politikki?
Tað byrjaði mánadagin, tá landsstýrismaðurin við lógarmálum kallaði inn til tíðindafundar at greiða frá lógaruppskotinum, sum nú skuldi leggjast út til hoyringar.
Onki óvæntað var í tí, kanska bara tað, at fráboðanin til miðlarnar kom út so seint undan sjálvum tíðindafundinum.
Landsstýrismaðurin hevur jú fyri langari tíð síðani lovað, at hann fór at koma við einum uppskoti, og hann hevur eisini latið upp fyri, hvat uppskotið fór at innibera, nevniliga at avgerðin um fosturtøku skal takast frá læknunum og flytast yvir til kvinnuna einsamalla at avgera.
Onki óvanligt í tí heldur. Maðurin umboðar ein flokk, sum sigur seg vera liberalan, og eisini í stóran mun hevur víst seg sum so í teimum tiltøkum, sum flokkurin hevur framt hesi seinastu árini. Stikk mótsatt øðrum flokkum, sum siga seg byggja á eina liberala hugsjón.
Men eftir tíðindafundin sá út til, at ungi framfýsni framsóknarmaðurin hevði fest í fjúsið hjá onkrum floksfeløgum. Forkvinnan undraðist yvir, at hon ikki hevði frætt um, at tað skuldi vera tíðindafundur. Ein løgin útmelding, tí hví skuldi hon tað, kann ein spyrja. Landsstýrismaðurin ræður fult yvir sínum málsøki, og forkvinnan hevur eitt heilt annað málaráð at passa.
Og so var tað floksfelagin á tingi, sum fram til nakrar fáar vikur undan seinasta vali sat sum landsstýrismaður fyri Fólkaflokkin, sum boðaði frá, at hann alla tíðina hevur sagt seg vera ímóti fríari fosturtøku, og tí ikki kann taka undir uppskotinum.
Tað, sum tykist at hava gjørt floksfelagarnar firtnar sær út til at vera, at tey ikki vóru ávarað um, at hetta fór at henda. Ikki at tað fór at henda.
Men hvat er tað so, sum landsstýrismaðurin hevur gjørt? Jú hann hevur greitt alment frá, hvussu hann og umsiting hansara í løgmálaráðnum halda at lógaruppskotið skal ljóða, og hava so sent tað út til hoyringar.
Hetta er hvørki endaliga lógin og heldur ikki endaliga lógaruppskotið til løgtingið at taka støðu til. Hetta er útspælið frá løgmálaráðnum, sum áhugaðir partar nú fáa høvi til at gera sínar viðmerkingar til, áðrenn uppskotið verður orðað og borið í tingið.
Kortini hevur tað loypt split í Framsókn, sum ikki longur talar við einari rødd, men tykist vera spjatt, ja, eins og flestu hinir flokkarnir í hesum sokallaðu etisku málunum.
Hetta er nýtt tá tað um Framsókn ræður. Og tað er tí, at vit tora at seta naska spurningin, um flokkurin hevur ein leiklut longur føroyskum politikki.
Um Framsókn ikki longur er tað liberala klípið í føroyskum politikki, so verður hann ikki øðrvísi enn allir hinir flokkarnir, og harvið gerst tað bara truplari at skyna ímillum.
Eitt sindur spell. Tí Poul Michelsen setti gongd á eitt áhugavert politiskt projekt, sum fleiri hildu vera tiltrongt í Føroyum, hóast tað ikki eydnaðist flokkinum at fáa ta undirtøku, sum stovnararnir helst høvdu væntað.
Tað byrjaði jú heilt komiskt, tá nývaldi makkarin hjá stovnaranum á tingi leyp frá í hálvum gekki fyri at fara (aftur) í flokkin, sum Framsókn var sprottin úr. Flokkurin tyktist at vera sloppin frá tí smeitinum, men eftir at medstovnarin av flokkinum, nú fyrst segði tingsessin frá sær fyri at halga sína tíð til dreymastarvið sum miðnámsskúlarektari, fyri síðani at krevja tingsessin aftur av eini orsøk, sum hon ikki vildi siga nakað um, hevur flokkurin mist trúðvirði.
Útmeldingarnar frá forkvinnuni og fyrrverandi fólkaflokslandsstýrismanninum bøta heldur ikki upp á hetta.
Hvat hendir við uppskotinum um nýggja fosturtøkulóg er ein onnur søga og eitt heilt annað kjak.
Kortini verður tað nú loyvt øllum kvinnum at velja fosturtøku fram til endan av 12. viku
- Endamálið við nýggju fosturtøkulógini er at halda talið á føsturtøkum í Føroyum so lágt sum gjørligt.
Hetta vísti Bjarni Kárason Petersen, landsstýrismaður við lógarmálum, á fleiri ferðir, tá hann mánadagin helt tíðindafund í sambandi við at uppskotið um nýggja fosturtøkulóg nú verður sent til hoyringar.
Men størsta broytingin við lógini er, at tað skal gerast lættari hjá kvinnum at fáa framt fosturtøku. Uppskotið leggur upp til, at kvinnan frítt kann velja fosturtøku fram til endan av 12. viku í viðgongutíðini.
Nútímansgerð
Løgmálaráðið hevur síðan í summar arbeitt við einari nýggjari fosturtøkulóg, ella eini nútímansgerð av galdandi fosturtøkulóggávu, sum hevur verið galdandi síðani 1956.
Bjarni Kárason Petersen segði á tíðindafundinum, at tíðin fyri langari tíð síðani er farin frá galdandi lóggávu, sum hevur verið ógreið og ótíðarhóskandi.
Hesa tíðina hava fleiri fundir verið millum løgmálaráðið og ymiskar áhugabólkar, felagsskapir og onnur, ið hava vitan og áhuga í arbeiðinum.
- Útgangsstøðið fyri lógini er, at í allar flestu førum kennir kvinnan sjálv sína støðu best, og er sostatt best før fyri at taka avgerð um, hvørt hon skal hava fosturtøku ella ikki.
Lækni skal ávísa
Tí verður nú skotið upp, at ein kvinna, sum er við barn, kann fáa fosturtøku, um inntrivið skal gerast áðrenn endan av 12. viku.
Men tað er framvegis ein lækni, sum skal ávísa kvinnuna til fosturtøku. Í hesum førum hevur kvinnan frítt í at velja hvønn lækna hon fer til til tess at fáa ávísingina, upplýsti landsstýrismaðurin, tí roknað verður við, at tað verða læknar, sum ikki eru sinnaðir at geva hesa ávísing, hóast lógin leggur upp til fría fosturtøku fram til endan av 12. viðgonguviku.
Skal ikki verða einsamøll um avgerðina
Bjarni Kárason Petersen sær fleiri fyrimunir við ætlaðu lógini, tí við at staðfesta, at kvinnan sjálv kann taka avgerð um fosturtøku innan eina ávísa freist, verða allar kvinnur eins fyri lógini, og hetta er eisini við til at forða fyri, at kvinnur koma illa av ólógligum og ótryggum fosturtøkum uttan vegleiðing frá lækna.
Men landsstýrismaðurin leggur eisini dent á, at kvinna, ið umhugsar fosturtøku ikki skal vera einsamøll í støðuni.
Tað verður tí sett á stovn eitt lætt atkomiligt og alment tilboð til kvinnur, sum umhugsa fosturtøku, har tær kunnu fáa ráðgeving og vegleiðing frá fakfólki, soleiðis at tær kunnu taka eina væl grundaða avgerð.
Tað er tó ikki eitt krav fyri at fáa fosturtøku, at kvinnan frammanundan hevur fingið ráðgeving, staðfestir Løgmálaráðið á heimasíðu síni í dag.
Um serligar grundir gera seg galdandi, so verður møguleiki eisini at fáa fosturtøku framda eftir 12. viku eftir nærri ásettum treytum. Tá kemur lógin at líkjast lóggávuni, sum er galdandi í løtuni, at tað skulu vera tungt vigandi orsøkir, so sum at heilsan hjá kvinnuni er í vanda, at kvinnan er neyðtikin ella hevur verið útsett fyri. Til at viðgera slíkar støður verður sett eitt ráð, sum skal viðgera slík mál.
- Harvið verður siðvenja á økinum eins, og hetta fer at tryggja, at allar kvinnur er eins fyri lógini, sigur Løgmálaráðið.
Stendur tingfólki frítt at atkvøða
Bjarni Kárason Petersen hevur í hesum føri ikki tryggja sær meiriluta fyri málinum í samgonguni áðrenn málið verður lagt fram.
- Hetta málið verður mett at vera eitt etiskt mál, og í slíkum málum kann hvør samgongulimur atkvøða eftir egnari sannføring. Tað er staðfest í samgonguskjalinum.
- Vit hava tosað við allar politiskar flokkar, og vit hava eina kenslu av, at tað eru fólk bæði fyri og ímóti í teimum flestu flokkunum. Men vit hava eisini ein varhuga av, at tað er ein meiriluti á løgtingi, sum gongur við til at fáa fostøkulógina nútímansgjørda, sigur Bjarni Kárason Petersen.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 08. Jan 2024
Ruth Vang visti einki um, at landsstýrismaðurin við lógarmálum fór at bjóða til tíðindafund og leggja fram um fosturtøkulógina mánadagin. Í Framsókn eru tey ikki samd um málið
Landsstýrismaðurin við lógarmálum, Bjarni Kárason Petersen, bjóðaði seinnapartin mánadagin til tíðindafund, har kunnað var um at broytingar í fosturtøkulógini vóru sendar til hoyringar.
Innbjóðingin til miðlarnar um tíðindafund klokkan 14 hjá Løgmálaráðnum kom klokkan hálvgum tólv. Men Ruth Vang visti av ongum, og í Framsókn eru tey heldur ikki samd um málið.
Tað segði Ruth Vang, forkvinna í Framsókn, og harvið eisini forkvinna hjá landsstýrismanninum, Bjarna Kárason Petersen, í Degi og viku sama kvøld.
- Tá vit viðgjørdu hetta málið í sambandi við løgtingsvalið vóru vit tilvitað um ikki at brúka orðið fría fosturtøku, tí júst hetta við fríari føsturtøku hava nøkur í flokkinum tað nokkso truputl við. Og tí kann eg ikki siga, at vit sum flokkur eru fyri fríari fosturtøku.
- Men vit halda, at lógin eigur at vera dagførd, leggur Ruth Vang afturat.
Hon sigur eisini, at hon visti, at arbeitt var við málinum, men at ein tíðindafundur skuldi vera henda dagin, visti Ruth Vang einki um.
Seinni sama kvøld sendi tingmaðurin hjá Framsókn, Sólvit Nolsøe, út fráboðan um, at hann ikki tekur undir við fríari fosturtøku.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 08. Jan 2024
Javnstøðunevndin og felagsskapurin Frítt Val fegnast um uppskotið hjá landsstýrismanninum í lógarmálum, sum leggur upp til, at avgerðarrætturin liggur hjá kvinnuni
Javnstøðunevndin fegnast um, at uppskotið til nýggja fosturtøkulóg, sum varð send til ummælis í gjár, leggur upp til, at avgerðarrætturin liggur hjá kvinnuni.
Tað sigur Bjørk Maria Kunoy, forkvinna í Javnstøðunevndini, við Útvarpið.
Sambært uppskotinum hjá landsstýrismanninum við lógarmálum kann ein kvinna fáa fosturtøku til og við 12. viku av viðgongutíðini, men loyvi kann eisini gevast til fosturtøku eftir 12. viku "um lív og heilsa hjá kvinnuni er í vanda, ella um inntrivið er neyðugt fyri at forða fyri, at likamliga og sálarliga heilsan viknar munandi, og vandin fyri hesum er læknaliga grundaður".
Sambært forkvinnuni í Javnstøðunevndini er 12 vikur eitt realistiskt mark.
– Tað er kanska eitt realistiskt sett mark, vísandi til, at tær flestu abortirnar verða framdar áðrenn 12. viku, sigur hon.
Eisini felagsskapurin Frítt Val, sum stríðist fyri rættinum til fría fosturtøku í Føroyum, fegnast um uppskotið.
– Frítt Val fegnast um, at uppskot er lagt fram til eina nýggja fosturtøkulóg, har útgangsstøðið er, at avgerðarrætturin til abort skal flytast til kvinnuna, skrivar felagsskapurin á Facebook.
– Høvuðsmálið hjá Fríum Vali hevur frá byrjan verið at virka fyri rættinum hjá kvinnum til at ráða yvir egnum kroppi og egnari reproduktión – harímillum at velja abort, um tær ynskja tað – uttan mun til orsøk, útbúgving, aldur, heilsustøðu, fíggjarlig kor ella aðrar umstøður.
– Hetta sjónarmiðið byggir á eitt grundleggjandi álit á, at tað er tann, sum er uppá vegin, ið kennir sína egnu støðu best og sostatt er best før fyri at taka avgerð um, hvørt hon skal hava abort ella ikki, skrivar Frítt Val.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 09. Jan 2024
Í staðin fyri at liberalisera fosturtøkulógina, eiga vit at bøta um viðurskiftini hjá barnafamiljum og barnakonum, sigur forkvinnan í Føroya Pro Vita
Tað er “ein samfelagslig falitterklæring” at liberalisera fosturtøkulógina heldur enn at bøta um viðurskiftini hjá barnafamiljum og barnakonum.
Tað sigur Ruth Norðgerð, forkvinna í Føroya Pro Vita í skrivi, sum er deilt á Facebooksiðuni hjá felagsskapinum.
Forkvinnan greiðir frá, at tá Pro Vita var á fundi í sambandi við arbeiðið hjá Løgmálaráðum við at endurskoða fosturtøkulógina, heitti felagsskapurin á Løgmálaráðið um at finna orsøkirnar til, at kvinnur søkja um fosturtøku.
– Har heittu vit á Løgmálaráðið um at kanna umsóknirnar hjá kvinnum, sum søkja fosturtøku. Orsøkirnar til fosturtøku eru har. Finn tær, og broyt samfelagið hareftir.
– Danska kanningar hava víst okkum, at fíggjarligar og sosialar orsøkir eru í næstan øllum førum orsøkin til, at kvinnur ikki síggja annan møguleika enn fosturtøku. Eingin orsøk er til at halda, at tað er øðrvísi í Føroyum, sigur hon.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 09. Jan 2024
Spyr.fo hevur gjørt spurnakanning fyri Kringvarpið
Sambært kanning, sum Spyr.fo hevur gjørt fyri Kringvarpið, tekur meira enn helmingurin av føroyingum undir við at loyva fosturtøku til og við 12. viku.
Góð 54 prosent av teimum spurdu siga seg taka undir við at loyva fosturtøku til og við 12. viku, meðan 34 prosent siga, at tey taka ikki undir við tí. 11 prosent siga seg ikki vita.
Av kvinnunum, sum vórðu spurdar, siga 60 prosent seg taka undir við at loyva fosturtøku til og við 12. viku, meðan góð 30 prosent siga seg ikki taka undir við tí.
50 prosent av monnunum siga seg taka undir við tí, meðan 37 prosent siga, at teir taka ikki undir við tí.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 09. Jan 2024
Løgmaður er í Berlin og stuðlar føroyska hondbóltslandsliðnum, og hevur nýtt høvdið til ein fund við varakanslaran
“Føroyar eiga at styrkja sambondini við Týskland”, sigur løgmaður, sum í dag hevur verið á fundi við týska varakanslaran Robert Habeck.
Á fundinum umrøddu løgmaður og varakanslarin, hvussu samstarvið millum londini kann styrkjast, og hvussu handilsviðurskiftini kunnu betrast. Á fleiri týðandi økjum er formliga samstarvið við Týskland skipað sambært avtalum millum Føroyar og ES. Løgmaður greiddi tí frá arbeiðinum at gera ein yvirskipaðan samstarvskarm millum Føroyar og ES.
Robert Habeck er eisini búskapar- og veðurlagsmálaráðharri, og til fundin umrøddu teir eisini tiltøk á veðurlagsøkinum og tørvin á grønari umlegging bæði í Føroyum og í Týsklandi.
Varakanslarin fekk føroyska landsliðstroyggju
Løgmaður er í hesum døgum í Berlin og stuðlar føroyska hondbóltslandsliðnum. Hann nýtti tí høvið at geva varakanslaranum eina føroyska landsliðstroyggju, við undirskriftum hjá Hákuni West av Teigum og Eliasi Ellefsen á Skipagøtu, sum báðir spæla á høgum støði í týskum hondbólti.
Løgmaður bar týska varakanslaranum føroyska landsliðstroyggju í gávu og fekk ein EM-hondbólt frá varakanslaranum.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 12. Jan 2024
Eitt sera margháttligt mál – men tann, ið kann rokna við bót er ikki tann, ið tók skeivan bil, men eigarin, ið lat lyklarnar liggja í bilinum
Út móti middegi fríggjadagin setti løgreglan seg í samband við fjølmiðlarnar og avlýsti eftirlýsingina av einum Nissan Qashqai bili, sum varð meldaður stolin dagin fyri, og sum fjølmiðlarnir allir høvdu skrivað um henda morgunin. Bilurin varð nú funnin í øllum góðum, varð sagt.
Men Portalurin hevur, frá álítandi keldum, fingið alla søguna um teir báðar bilarnar, ið vórðu meldaðir stolnar henda hósdagin, og tað var samband millum báðar 'stuldrarnar'.
Og søgan er rættiliga margháttlig.
(trýst á myndina fyri at lesa upprunasøguna)
Ein maður, sum arbeiðir á Óðinshædd skuldi eini ørindi út á sjúkrahúsið í hósmorgunin. Hann hevði ikki bil við sær, og lánti tí bilin hjá einum starvsfelaga.
Meðan hesin ger síni ørindi á sjúkrahúsinum, kemur ein annar persónur – ein kvinna – á Landssjúkrahúsið í einum hvítum Renault bili. Talan er um ein bil uttan lykil – tað er nóg mikið at trýsta á ein knøtt, um elektroniski lykilin annars er nærhendis.
Nú er tað soleiðis, at kvinnan legði taskuna eftir seg á baksetrinum við lyklinum í.
Fyrri maðurin kemur so út aftur av landssjúkrahúsinum, setir seg í hvíta Renault bilin í teirri trúgv, at tað var hesin bilurin, hann var komin við, startar uttan trupulleikar, og koyrir niðan aftur á Óðinshædd har hann letur starvsfelaganum lykilin aftur.
Um somu tíð hevur hevur kvinnan ringt til løgregluna, og meldað sín bil stolnan.
Løgreglan fann skjótt bilin aftur – á Óðinshædd, sjálvandi.
Tá starvsfelagin á Óðinshædd skal heim eftir loknan arbeiðsdag, er hansara bilur ikki har. Hann meldar bilin stolnan. Og tað var ikki fyrr enn út á fyrrapartin fríggjadagin, at bilurin varð funnin aftur – við Landssjúkrahúsið, sjálvandi.
Vaktleiðarin hjá politinum vildi í gjár ikki vátta søguna fyri Portalinum, men viðgekk kortini, at talan vistnokk er um eina rættiliga pínliga hending. Meira vildi hann ikki siga um málið, og ongin avgerð er tikin um hvat víðari skal henda við málinum.
Men hann váttar, at kvinnan, sum fekk bilin stolnan kann rokna við at fáa eina bót á túsund krónur, tí tað er revsingin fyri at seta bilin frá sær við lyklinum í.
Hvat hendir við manninum, sum tók skeivan bil, ynskir vaktleiðarin onki siga um.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 12. Jan 2024
Helst er onki stolið – partur av plantasjuni var avlæstur í gjár meðan løgreglan kannaði málið
Fríggjanáttina vóru óbodnir gestir inni í Listasavninum í Gundadali í Havn.
Í gjár var er ógreitt um nakað er stolið. Løgreglan var á staðnum og gjørdi kanningar, eitt nú inni plantasjuni har ein nakað av norðasta parti, niðan móti Listasavninum var avbyrgdur fyri óvikomandi fólki.
Tað var klokkan 01.43 fríggjanáttina, at alarmurin á Listasavninum fór í gongd, og løgreglan fór á staðið. Har kundi staðfestast, at onkur hevði verið inni, men óvist var um nakað er stolið.
Yvirhøvur var vaktleiðarin sera sparin við at upplýsa meira um málið, tí tað er so nýtt, og kanningararbeiðið var júst byrjað. Tí vildi hann heldur ikki upplýsa hvussu óbodni gesturin ella gestirnir eru komnir inn.
Men hann segði tó so mikið sum, at “ómiddulbart er onki, sum bendir á, at nakað er stolið”.
Um fólk er, sum hava sæð okkurt illgrunasamt í økinum ella í plantasjuni um tveytíðina fríggjanáttina, so er løgreglan áhuga í at frætta.
Seinnapartin fríggjadagin almannakunngjørdi løgreglan umvegis sosialu miðlarnar myndir av einum manni, tikin við vakmyndatóli inni í Listasavninum framman fyri ein opnan rút, sum hann helst hevur brotið fyri at sleppa inn. Løgreglan bað um hjálp at eyðmerkja hann.
Í gjárkvøldið kunngjørdi løgreglan so, at maðurin er varðhaldsfongslaður.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 12. Jan 2024
Hann er skuldsettur fyri brot sum snúgva seg um at hava barnapornografiskt tilfar í varðveitslu, viðvirkan til neytøkuroynd og aðrar kynsligar gerðir framdar móti børnum undir 12 ár
Løgreglan handtók í vikuni ein mann og skuldsetti hann fyri fleiri brot á ásetingar í revsilógini, sum snúgva seg um at hava í varðveitslu og at senda víðari barnapornografiskt tilfar, viðvirkan til neytøkuroynd og aðrar kynsligar gerðir framdar móti børnum undir 12 ár.
Gerðirnar eru framdar á internetinum, og børnini eru ikki eyðmerkt.
Hetta skrivar løgreglan í tíðindaskrivi.
Ákæruvaldið framstillaði mannin í grundlógaravhoyring í Føroya Rætti hósdagin, har hann varð varðhaldsfongslaður í fýra vikur.
Kanningardeildin hjá politinum hevur arbeitt við málinum í eina tíð og fer nú undir enn fleiri kanningar. Hesar kanningar fevna m.a. um teldur og onnur elektronisk tól hjá manninum, sum kunnu geva ábendingar um, hvørt brotini eru meira umfatandi, ella talan er um fleiri brot.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 12. Jan 2024
Orkað hevur ringt ella sms'að til borgarar við tilboði um at reinsa skorsteinin, uttan, at borgarin hevur biðið um tað, og tað er brot á marknaðarføringslógina, sigur Brúkaraumboðið
Brúkaraumboðið hevur meldað fyritøkuna Orkað til løgregluna fyri at hava framt brot á marknaðarføringslógina.
Brúkaraumboðið hevur móttikið tríggjar fráboðanir um, at Spf. 16, undir navninum Orkað, hevur ringt ella sms'að til borgarar, við tilboði um at reinsa skorsteinin, nú tey verða í økinum.
Sambært § 6 í marknaðarføringslógini er tað ikki loyvt í vinnuvirksemi at senda út lýsingar, ella á annan hátt at marknaðarføra, við elektroniskum samskifti so sum telduposti, sms ella telefon, uttan so, at móttakarin frammanundan hevur biðið um hetta.
Hetta hevur við sær, at bannað er at ringja til borgarar, við sølu fyri eyga, uttan samtykki frá teimum. Brúkaraumboðið metir eisini, at tað eru skerpandi umstøður í hesum máli, tí at Orkað í nøkrum førum hevur ringt fleiri ferðir til somu borgarar, hóast teir hava sagt frá, at teir ikki ynskja at verða uppringdir av felagnum.
Brot á § 6 í marknaðarføringslógini verður revsað við bót.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 11. Jan 2024
Fólkaflokkurin og Sambandsflokkurin kunnu sjálvir skipa samgongu, sambært nýggjari veljarakanning
Sambært nýggjari veljarakanning, sum Spyr.fo hevur gjørt fyri Sosialin, hevði samgongan bara fingið 43,3 prosent av atkvøðunum og hevði mist fýra tingsessir og harvið meirilutan á tingi.
Andstøðan hevði fingið 54,6 prosent av atkvøðunum og 19 tingsessir. Fólkaflokkurin gongur tríggjar tingsessir fram í mun til valið í 2022, og hevði fingið 25,6 prosent av atkvøðunum.
Sambandsflokkurin hevði fingið 23,3 prosent av atkvøðunum og átta tingsessir. Tað er 3,3 prosentstig meira enn á valinum seinast og flokkurin gongur ein tingsess fram.
Sostatt kundu stóru andstøðuflokkarnir sjálvir skipað samgongu, um val var í dag.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 11. Jan 2024
Á eykaaðalfundi farna leygardag var avgerðin um at tveita fimm limir úr flokkinum staðfest
Sjálvstýri hevði farna leygardag eykaðalfund í Lamba, og tá var avgerðin um at tveita fimm limir úr flokkinum staðfest.
Teir fimm eru Sofus Hansen, Jan Asbjørnsson Joensen, Brandur Øssursson Simonsen, Bjørn á Heygum og Rógvi Fossadal.
Orsøkin er, at teir fóru ímóti floksleiðsluni í sambandi við innsavnaðu undirskriftirnar sum vórðu sendar Løgmálaráðnum so Sjálvstýri aftur kundi stilla upp.
Tann 1. november læt Sjálvstýri Løgmálaráðnum tilsamans 814 undirskriftir, og av teimum eru tær 804 góðkendar. Flokkurin er tískil góðkendur at stilla upp til komandi løgtingsval.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 06. Jan 2024
Føroyingar hava verið viðspælarar, og mann hevur tikið avgerð um at loyva einum nýggjum lofteftirlitsradara á Sornfelli. At verjuskipini um somu tíð eru virkin uttan grundleggjandi verjukapasitet er ógvuliga álvarsamt, sigur Sjúrður Skaale, fólkatingsmaður, sum nú vil hava danska verjumálaráðharran at greiða frá málinum
Í vikuni kundi Danmarks Radio avdúka, at kanónirnar á donsku verjuskipunum, sum sigla kring Føroyar og Grønland, tey seinastu 15 árini ikki hava virkað. Tað vísa skjøl, sum DR hevur fingið innlít í.
Hetta er ikki fyrstu ferð, at Sjúrður Skaale hevur tikið ringa standin á donsku verjuskipunum upp við danska verjumálaráðharran. Og fólkatingsmaðurin hevur fleiri ferðir heitt á donsku stjórnina um at annaðhvørt endurnýggja ella útskifta tey eftirhondini gomlu Thetis-skipini, sum sigla kring Grønland og Føroyar.
At tað nú eisini vísur seg at vera stórir manglar á teimum nýggjaru skipunum í Knud Rasmussen klassanum ger bara ilt verri. Avdúkingin hjá Danmarks Radio vísur, at støðan er nógv verri, enn danska verjan sjálv hevur upplýst:
- Tað er serstakliga álvarsligt, at donsku verjuskipini ikki hava grundleggjandi verjuútgerð í ordan. Tað er ikki trygt fyri okkum, men so avgjørt heldur ikki fyri manningarnar á skipunum.
Hetta er danskt málsøki burtur av, og tí vendi eg mær til donsku stjórnina við hesum fyri at vita, hvør hevur ábyrgd av hesum, sigur Sjúrður Skaale, fólkatingsmaður.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 10. Jan 2024
Fólkatalið veksur framvegis, men vøksturin minkar – seinasta árið vaks fólkatalið við 478 persónum, ið svarar til ein vøkstur á 0,9 prosent
1. desember búðu 54.547 fólk í Føroyum. Tað er 478 fleiri enn 1. desember árið fyri, og svarar hetta til ein vøkstur á 0,9 prosent, sum er minni enn undanfarnu 12 mánaðirnar.
Fólkatalið veksur framvegis, men vøksturin minkar. Árliga broytingin, sum í 2023 hevur ligið um eitt prosent, er nú komin niður á 0,9 prosent. Seinast, árliga broytingin lá um eitt prosent í longri tíð, var í 2014, skrivar Hagstovan.
Vøksturin seinasta árið kemur av einum burðaravlopi á 176 og eini nettoflyting á 302 fólk.
Tilflytingin tykist minka meiri enn fráflytingin, og samanlagt minkar hetta um nettoflytingina. Í tíðarskeiðnum frá 2017 til 2022 lá árliga nettoflytingin millum 400 og 500 fólk, men seinasta árið var hon 302 fólk.
Deyðatalið er minkað meir enn føðitalið, og samanlagt økir tað um burðaravlopið. Áðrenn stóru minkingina í burðaravlopinum, sum byrjaði fyri tveimum árinum síðani, lá burðaravlopið millum 200 og 300 børn. Í undanfarna tíðarskeiði var tað niðri á 121 børnum, og seinasta árið var tað vaksið upp á 176 børn.
Seinasta árið vaks fólkatalið í 18 av teimum 29 kommununum. Størsti vøkstur var í Tórshavnar, Klaksvíkar og Runavíkar kommunum. Í teimum kommununum vaks fókatalið serliga í Tórshavn, Hoyvík, Klaksvík og Saltangará.
Talið á persónum, sum hava annan ríkisborgaraskap enn danskan, er vaksið nógv seinastu fimm árini, men soleiðis er ikki við donskum ríkisborgarum, skrivar Hagstovan.
Danskir ríkisborgarar, sum áður hava staðið fyri størsta partinum av fólkavøkstrinum, stóðu fyri átta prosent av vøkstrinum seinasta árið.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 10. Jan 2024
Í desember 2023 vóru 28.740 løntakarar, 410 fleiri enn sama mánað árið fyri – 7,6 prosent vóru útlendskir ríkisborgarar
Í desember eru vanliga flest løntakarar, og desember 2023 var einki undantak. Tá setti talið met við 28.740 løntakarum.
Samanborið við sama mánað árið fyri vóru 410 fleiri løntakarar í desember 2023, sum svarar til ein vøkstur upp á 1,4 prosent.
Í desember vóru um 14.700 menn og 14.000 kvinnur. Tað er ein vøkstur á ávikavist 0,8 og 2,1 prosent í mun til desember árið fyri.
Sambært Hagstovuni var vøksturin størstur í byggivinnuni og almennu tænastuvinnuni - avikavist 2,4 og 2,3 prosent.
7,6 prosent av løntakarunum í desember vóru útlendskir ríkisborgarar. Í desember árið fyri var teirra partur sjey prosent. Fyri fimm árum síðani var talið á 4,5 prosent.
Løntakaraskarin er, sum áður nevnt, vaksin við góðum 400 persónum í desember í 2023 samanborið við sama mánað í 2022. Av hesum vøkstrinum eiga útlendskir ríkisborgarar 44 prosent, ið er væl minni í mun til november, har tey áttu 86 prosent.
Størsti parturin starvast innan fiskavøruídnað, gistihús og matstovuvirki, ali- og kryvjivirki, umframt húsarhaldstænastur.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 11. Jan 2024
– Tað gagnar okkara samfelagi, at landið og nú nakrar kommunur lækka skattin. Tað bøtir um okkara møguleikar sum land at kappast við onnur lond um starvsfólkini, eins og tað ger tað meira lokkandi hjá fólki at taka eitt eyka tak, sigur felagið
Tað er avgjørt eitt stig rætta vegin, nú fimm kommunur - Vágs kommuna, Sunda kommuna, Eystur kommuna, Vága kommuna og Hvalbiar kommuna - hava valt at lækka kommunuskattin í 2024, heldur Føroya Arbeiðsgevarafelag.
Felagið hevur í nógv ár hevur verið av teirri sannføring, at lønarskatturin í Føroyum er ov høgur.
– Seinnu árini er ov lítil partur av inntøkuvøkstrinum í almennu kassunum farin til at fíggja lættar í lønarskattinum. Til dømis øktust samlaðu skattainntøkurnar hjá føroysku kommununum við umleið 14 prosentum frá 2020 til 2023. Hetta kundi givið rúm fyri skattalættum hjá fleiri kommunum, samstundis sum tað hevði borið til at raðfest kommunalu kjarnuuppgávurnar innan eitt nú dagstovnaøkið, eldraøkið og vatn- og renovatiónsøkið, sigur Føroya Arbeiðsgevarafelag sambært heimasíðuni hjá Vinnuhúsinum.
– Tað gagnar okkara samfelagi, at landið og nú nakrar kommunur lækka skattin. Tað bøtir um okkara møguleikar sum land at kappast við onnur lond um starvsfólkini, eins og tað ger tað meira lokkandi hjá fólki at taka eitt eyka tak. Skattalættarnir fara óivað eisini at lætta um gerandisdagin, sum seinastu tíðina hevur verið eyðkendur við hækkandi prísum og hækkandi rentum.
Føroya Arbeiðsgevarafelag sigur, at um kommunurnar eru tilvitaðar um at vísa afturhaldni í útreiðsluvøkstrinum, og at fokusera á kommunalu kjarnuuppgávurnar, skapar tað rúm fyri at lækka kommunuskattin.
– Ein lækkandi persónsskattur økir eisini um talið á fólki, sum kunnu klára seg sjálvi uttan hjálp frá tí almenna.
Kommunuskattaprosentið í teimum 29 kommununum í Føroyum er í miðal 20,02 prosent. Tað hægsta kommunuskattaprosentið er 21,50 prosent, meðan tað lægsta er 16 prosent.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 08. Jan 2024
Tað var hart, sum 55 ára gamal nýggjur lámur línumaður, at stilla meg við rulluna og gogga toskar á Føroya Banka við høgru hond, sum vóru líka stórir sum eg
- Tað var hart, sum 55 ára gamal nýggjur lámur línumaður, at stilla meg við rulluna og gogga toskar á Føroya Banka við høgru hond, sum vóru líka stórir, sum eg. Men tað gekk, um enn spakuliga, tí eg fekk góða hjálp og upplæring. Tað sigur Tim.
Amerikanski Timety Alan Sharp (Tim Sharp) hevur upplivað eitt sindur av hvørjum. Hann hevur amerikansk foreldur, er uppvaksin í Indonesia, hevur arbeitt á Filipsoyggjum, giftur føroyskari kvinnu, býr nú í Klaksvík saman við familjuni og siglir við frystilínuskipinum, Pison.
- Eg eri 57 ára gamal. Foreldrini hjá mær eru amerikansk, og vóru trúboðarar í Indonesia; send út av New Tribs Mission. Eg lærdi indonesiskt sum barn, tí har vaks eg upp. Í 1994 byrjaði eg sum trúboðari á Filipsoyggjum, og har hitti eg føroyska kvinnu, og vit giftust, sigur Tim Sharp.
(Mynd: Sjómansmissiónin)
- Nú eru okkara trý børn við at gerast vaksin, so vit fluttu til Føroyar í 2021. Vit vilja royna at búgva her eina tíð. Vit ætla okkum aftur til Filipsoyggjar, men nú fáa vit at síggja, hvussu vit fimm trívast í Føroyum, sigur hann.
- Mítt indonesiska mál er nokkso “rustað”, tí tað eru mong ár síðani, eg tosaði tað, men tað kemur aftur meiri og meiri, nú eg sigli saman við fimm indonesarum, sigur Tim.
- Eg tosi av og á við indonesarar, sum eru muslimar, um mína bíbilsku trúgv á Gud, Jesus og Heilaga Anda. Teir skilja ikki, hvussu ein Gud kan doyggja, og kortini verða Gud. Tí má gleðiboðskapurin opinberast fyri teimum, ja, fyri okkum øllum, tí hann er ikki til at “skilja”, uttan Heilaga Andans hjálp, sigur Tim.
- Mær dámar við Pison, men hetta er heilt annað lívið enn at verða trúboðari á Filipsoyggjum. Nú fáa vit at síggja, hvat framtíðin ber við sær. Tað er umráðandi at hvíla í Guds vilja við lívinum, tí hann veit best og vil okkum altíð tað besta, sigur Tim Sharp.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 10. Jan 2024
KJ á Kambsdali fekk uppgávuna, sum m.a. innibar, at stóri 26 tons tungi kranin mátti fáast í land og umborð aftur
Beint fyri jól fekk KJ uppgávuna at sýna stóra nótaleggjaran umborð á Gøtunesi. Talan var um fimm-ára sýn, og komið var fram til at neyðugt var við ymiskum ábøtum, m.a. at skifta svingkranslegurnar.
Slíkar umvælingar umborð á skipum eru vanligar, men tað serliga við hesari uppgávuni var, at vektin á nótaleggjaranum lá um 26 tons. Nótaleggjarin er stóri kranin, ið stendur miðskips afturi á reyv á skipinum, og avbjóðingin hesaferð var at fáa hann í land, soleiðis at umvælingararbeiðið kundi fara fram.
Nótaleggjarin varð lyftur í land við stórum mobilkrana hósdagin 21. desember.
Umvælingarnar fevndu m.a. um linjuboringar gjøgnum vangarnar til tann eina boltin á høvuðsbumminum, umframt framleiðslu og útskifting av búsningum og hydraulikk-slangum annars.
Birgir Samuelsen, tekniskur leiðari hjá KJ, lat sera væl at arbeiðinum umborð á Gøtunesi, og hann staðfestir, at við hollari vitan og góðum førleikum, kunnu slík arbeiðir gerast skjótt og gott.
- Við dugnaligum starvsfólkum og hollari vitan, standa vit í fremstu røð tá tað viðvíkur sýning, umvæling og sølu av kranum til maritimu vinnuna, sigur Birgir.
Mikudagin stóð nótaleggjarin umborð aftur á Gøtunesi, og skipið kundi loysa og fara á svarkjaftaveiðu sunnanfyri Føroyar, stutt eftir miðnátt tann 4. januar.
(Mynd: KJ)
(Mynd: KJ)
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 08. Jan 2024
Jupiter hevur verið í føroyska flotanum í eitt knapt ár, og skipið hevur roynst væl
Tað var í februar í fjørð, at felagið Pf. Jupiter í Kollafirði yvirtók hetlendska uppsjóvarskipi Altaire, sum fekk navnið Jupiter, og avloysti eitt eldri uppsjóvarskip hjá felagnum við sama navnið.
- Jupiter hevur roynst væl, sera væl og hetta er eitt fantastiskt skip, sigur Jógvan Martin Ferjá, reiðari.
- Vit hava júst keypt eitt nýtt trol, sum gapar eini 70 prosent meira, og tó ikki tyngri at toga við, tað eru vit rættuliga spentir uppá at royna nú svartkjaftatíðin er byrjað, sigur reiðarín víðari við fiskur.fo.
Reiðarin leggur aftrat, at við nýggja trolinum minkar oljunýstlan eisini fyri hvørt kilo av fiski, sum skipið fiskar.
Jupiter hevur fiskað nakrar fiskivinnuroyndir í 2023 fyri ymisk virkir, sum fingu hesar kvoturnar tillutaðar, og reiðarin sigur, at enn er ov tíðliga at siga hvussu hetta hevur eydnast, av tí at árið 2023 júst er liðugt.
- Tað velst sjálvandi um sølu og annað av vøruni, sum virkini hava framleitt. Vit hava bara fiskað kvotuna, sum virkini fingu tillutað, soleiðis at tey kunnu framleiða vøruna, sum er í umsóknini tey hava sent inn, og tað eru tær síðstu hendurnar nú í gond við at framleiða, so tað verður spennandi hjá teimum.
Jupiter var fyri viku síðani staddur á svartkjaftafeltinum sunnanfyri í føroyskum sjógvi, har flestu føroysku uppsjóvarskipini fiskaðu.
Eisini er meginparturin av íslendska uppsjóvarflotanum komin í føroyskan sjógv at fiska svartkjaft.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 07. Jan 2024
GroAqua á Kambsdali, sum framleiðir tøkniliga útgerð til alivinnuna kring heimin, hevur keypt felagið Havida
Havida, sum hevur høvuðssæti í Brønnøysund í Noregi, er ein álítandi tænastu veitari til alivinnuna í Noregi, og røkkur við síni staðseting alivinnuna í mið- og norður Noregi. Felagið hevur egna menning og framleiðslu av tøkniligum loysnum til alivinnuna.
– Vit hava arbeitt miðvíst síðstu tvey árini við at selja okkara vørur og tænastur á norska marknaðinum, og við hesum uppkeypinum fáa vit sett munandi meira ferð á hesa tilgongd sigur Suni Justinussen, stjóri í GroAqua.
– Harumframt fáa vit fleiri dugnalig starvsfólk inn í okkara toymi, sum koma at betra um tænastuna og tøkniligu menningina, bæði í Føroyum og á øðrum marknaðum, sum vit virka á.
GroAqua er heildar veitari av framkomnari tøkni til alivinnuna í Føroyum og uttanlands. Felagið leggur stóran dent á menning av loysnum, sum hjálpa alarum kring heimin við vøkstri og burðardyggari aling.
– Í samanlagda felagnum koma oman fyri 100 dugnalig starvsfólk við servitan at arbeiða, sum koma at gera okkum enn meira kappingarfør í Føroyum og á heims marknaðinum sum heild, sigur Suni Justinussen.
GroAqua hevur virkað á Føroyska marknaðinum síðan 1972, og síðstu árini er virksemi víðkað uttanlands við deildum í Skotlandi, Polandi, Danmark og nú eisini Noregi.
Tað er Pf. Tjaldur, sum eigur GroAqua saman við leiðsluni í felagnum.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 08. Jan 2024
Nú fer sjarmørurin úr Sandavági at royna seg í norska Paradise Hotel
Karl Weihe úr Sandavági gjørdist kendur tá hann í 2022 luttók í donsku sjónvarpssendingini, Ex on the Beach. Nú fer hann so aftur at royna seg í reality, og tað verður í norska Paradise Hotel.
Tað kann vera nóg trupult at orða seg á donskum, og hvussu tað so verður á norskum hjá unga sjarmørinum, má tíðin vísa.
- Heilt vist var málið ein avbjóðing. Eg veit faktiskt ikki hvat mál eg prátaði, men eg royndi í øllum førum at tosa norskt. Tað verður stuttligt at síggja, sigur Karl Weihe við danska blaðið, Se og Hør.
- Eg noyddist at hugsavna meg fult og heilt fyri at skilja, hvat tey søgdu, og hetta gjørdu tey eisini eitt sindur gjøldur burturúr, greiðir hann frá.
Hann sigur víðari við blaðið, at hetta var besta uppliving í lívinum.
Paradise Hotel Norge sæst á Viaplay frá 22. januar.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 08. Jan 2024
Sum ung svam Silja Strøm nógv, og hetta hevur eisini givið íblástur til listaverkið
Tað verður listakvinnan Silja Strøm, sum skal listprýða nýggja langhylin í Gundadali.
Sum ung svam Silja Strøm nógv, og hetta hevur eisini givið íblástur til listaverkið.
– Verkið hjá mær flytur seg millum jarðbundin motiv og leysari myndir. Kroppar eru defineraðir tættari at hvør øðrum. Har eru áskoðarar, fjepparar, fólk, ið stuttleika sær. Mosi í mynstrum og grót. Síðani eru flótandi, sveimandi kroppar. Ljósreflektiónir, aldur og streymur eru rundan um fólkini, ið bera meira kensluborðin og innanvend brá, sigur Silja Strøm, listakvinna um listaverkið.
Silja Strøm er úr Vestmanna. Hon er útbúgvin á The Glasgow School of Art. Hon býr í London, men arbeiðir nógv í Føroyum.
Silja Strøm hevur havt nógvar framsýningar úti og heima m.a. serframsýningina Listaleikir á Listasavni Føroya í 2019. Hon var somuleiðis við til at prýða nýggju politistøðina í Havn í 2021.
Eftir ætlan letur langhylurin í Gundadali upp seinni í ár.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 10. Jan 2024
27. januar verður fagnaðarkvøld fyri Jóan Jakku Guttesen & Magnusi á Stongum
Leygarkvøldið 27. januar verður fagnaðarkvøld fyri Jóan Jakku Guttesen & Magnusi á Stongum. Tað verður í Dansihøllini í Sørvági.
– Í sambandi við, at Jóan Jakku Guttesen og Magnus á Stongum hava føðingardag, verður skipað fyri fagnaðarkvøldi í heimbygdini Sørvági. Báðir eru væl kendir innan føroyska tónleikaheimin, og hava rós uppiborið fyri teirra avrik. Nú ynskja vit at geva teimum eina hjartans tøkk fyri teirra íkast, skrivar Dansistovan.
Tiltakið byrjar kl. 20, og dyrnar lata upp kl. 19.30.
– Á skránni eru tónleikur, røður og hugni. Ymiskir tónleikarar og sangarar fara at tulka sangir hjá Jóan Jakku og Magnusi. Í steðginum verður borðreitt við leskiligum munnbitum og ymiskum leskandi, skrivar Dansistovan.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 06. Jan 2024
Alda Mohr Eyðunardóttir hevur fingið tað, sum var í grunnurin, nú avgerð er tikin um at strika grunnin
Millum jólanna var lítil samkoma í Kambans Húsi í Havn, har unga listakvinnan, Alda Mohr Eyðunardóttir, fekk handa stuðul úr Minnisgrunni Ruth Smith Nielsen, listamálara.
Alda Mohr Eyðunardóttir er spennandi listafólk, ið brýtur upp úr nýggjum. Hon fødd í 1997 og lesur á skúlanum fyri mediekunst á kongaliga Danska Kunstakademinum í Keypmannahavn.
Alda er hugtikin av handarbeiði og brúkar tað í síni list bæði tá hon tilevnar, og tá hon endurgevur tekstil á annan hátt. Í heyst luttók hon í eini tvørfakligari lestrarætlan í New York. Alda hevur luttikið í fleir framsýningum bæði her heim og í Danmark, Íslandi og Finlandi.
Í 2021 hevði Alda sína fyrstu serframsýning í forhøllini í Listasavni.
Í 2020 fekk Alda gávugóðs Thorvalds Poulsen av Steinum og í 2022 fekk hon virðislønina hjá Mentamálaráðnum til ungt listafólk.
Alda Mohr Eyðunardóttir tá hon fekk handað Virðisløn til ungt Listafólk í februar í fjør (Savnsmynd: Sverri Egholm)
Minnisgrunnur Ruth Smith Nielsen listamálara
Ruth Smith 1913 – 1958
Í 1963 setti Poul Morell Nielsen, maður Ruth Smith, á stovn “Minnisgrunn Ruth Smith Nielsen listamálara”. Fæið í grunninum varð fingið til vega við at selja verk á minnisframsýningini í 1959.
Tað var Listafelag Føroya, sum skipaði fyri stórari minnisframsýning í Føroya Banka í Havn í 1959. Á framsýningini vóru 100 málningar, 24 vatnlitamyndir og nógvar tegningar.
Fæið í grunninum var 10.000 krónur. Stýrið fyri grunnin, ið er nevndin í Listafelagnum, kann eina ferð um árið, lata rentuintøkurnar hjá grunninum sum útbúgvingarstuðul til yngri føroysk listafólk, soleiðis at kvinnulig listafólk hava forrættindi.
Seinasti stuðul var í 1977
Nevndini er heimilað at lata árliga stuðulin uttan frammanundan at lýsa eftir umsóknum. Í nógv ár hevur lítil og ongin inntøka verið hjá grunninum, og tískil ongin stuðul latin. Seinast grunnurin veitti stuðul var í 1977. Tá fingu listafólkini Sigrun Gunnarsdóttir, Eyðun av Reyni og Amariel Norðoy stuðul.
Á fundi 22. novembur 2023 avgjørdi stýrið fyri grunnin at biðja Løgmálaráðið um loyvi at strika grunnin og lata fæið í grunninum sum útbúgvingarstuðul sambært viðtøkunum. Hálvan desembur játtaði Løgmálaráðið hesi umbøn.
Nevndin hevur avgjørt at strikað grunnin og játta Aldu Mohr Eyðunardóttir fæið í grunninum í útbúgvingarstuðli. Fæið í grunninum er 81.321,36 krónur.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 12. Jan 2024
Tórshavnar kommuna stuðlar trimum listarligum verkætlanum við tilsamans góðari hálvari millión – tær eru "Romeo & Julia" hjá leikbólkunum Det Ferösche Compagnie & Tvazz, "International World New Music Days 2024" hjá Felagnum Føroysk Tónaskøld, og "Kanska ein bygd" hjá Dansivirkinum RIVA
Í vikuni fingu tríggjar stórar listaligar verkætlanir handaðan stuðul frá Tórshavnar kommunu.
20 umsóknir komu inn um stuðul. Mentamálanevndin hjá Tórshavnar býráð valdi, eftir tilmæli frá stuðulsbólkinum og eftir ráðgeving frá serfrøðingi, at tríggjar verkætlanir skuldu fáa stuðul.
Tær tríggjar verkætlaninar eru "Romeo & Julia" hjá leikbólkunum Det Ferösche Compagnie & Tvazz, ið fær 300.000 krónur, "International World New Music Days 2024" hjá Felagnum Føroysk Tónaskøld, ið fær 150.000 krónur, og "Kanska ein bygd" hjá Dansivirkinum RIVA, ið verður stuðlað við 100.000 krónum.
Tað var Annfinn Brekkstein, formaður í Mentamálanevnd Tórshavnar býráð, ið handaði listastuðulin.
Í røðu sínari vísti hann millum annað á, at Tórshavnar kommuna ger nógv fyri at stuðla listini:
– Listin ríkar okkum lívið, hon fær okkum at hugsa, at fegnast, undrast og eisini onkuntíð at ilskast. Listin fær okkum at kjakast. Hon víðkar okkara sjónarring, bjóðar av, segði Annfinn Brekkstein, formaður, millum annað.
Í mars er aftur møguleiki at søkja um stuðul til størri listaligar verkætlanir, skrivar Tórshavnar kommuna.
Annfinn Brekkstein, formaður í Mentamálanevnd Tórshavnar Býráð, og listafólkini (Mynd: Tórshavnar kommuna)
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 11. Jan 2024
Krimibókin hjá Jógvani Isaksen liggur ovast á metsølulistanum hjá Rit og Rák fyri 2023
Eins og undanfarin ár, kom ein rúgva av føroyskum bókum út í 2023, og staðfestast kann, at føroyingar keypa og lesa føroyskt, sigur bókhandilin Rit og Rák, sum heldur til í Sølumiðstøðini í Havn, nú sølan fyri 2023 er gjørd upp.
Bókin "Hvildarheimið" hjá Jógvan Isaksen gjørdist mest selda bókin til vaksin. Bókin er um Hannis Martinsson, sum fleiri føroyingar eru komnir at kenna gjøgnum bøkurnar hjá Jógvani ella sjónvarpsrøðina TROM.
Næsta bók á listanum er nýggja bókin hjá Sólrúni Michelsen, sum hevur skrivað skaldsøgu um Sáru Malenu. Sára Malena var løgd undir at duga gand, og var tí happað og útihýst úr samfelagnum.
Triðja bókin á listanum er "Lygn" eftir Eyðun Klakstein, sum eins og bókin hjá Jógvani Isaksen er ein krimi.
Ein donsk bók er komin á fjórða plássið á føroyska listan í ár, og tað er "Kampen om ytringsfriheden". Tað er Heini í SKorini, sum hevur skrivað.
Annars er listin fyri 2023 væl blandaður við skaldsøgum, ævisøgum, siðsøgu og kókibókum
Mest seldu føroysku bøkurnar til vaksin eru hesar:
1. Hvíldarheimið
2. Sára Malena
3. Lygn
4. Kampen om ytringsfriheden
5. Søtt og salt
6. Reyn, kæra Reyn
7. Petur Mohr Dam
8. Góðaráð
9. Robert
10. Føroysk klæðir
Um hugt verður eftir mest seldu føroysku barnabókunum, sær listin soleiðis út:
1. Skúlabyrjan
2. Fantus – fílur og maskinurnar
3. Míni fyrstu orð
4. Bókin um teg
5. Karius og Baktus
6. Mumi – fyrstu 100 orðini
7. Dinosauravinir – skattaveiðan
8. Nissu Njál flytur inn
9. Søgur til dreingir sum tora at vera øðrvísi
10. Djór á bóndagarðinum
Ovast á listanum er Skúlabyrjan, sum eru heftir serliga ætlað børnum sum eru fimm og eldri. Við hesum heftum lærir barnið millum annað heilt grundleggjandi støddfrøði og at skriva tøl og bókstavir. Annars er listin væl blandaður við nýggjum bókum (Nissu Njál flytur inn, Skattaveiðan og Dreingir sum tora at vera øðrvísi) og eldri bókum (Skúlabyrjan, Bókin um teg og Karius og Baktus).
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 11. Jan 2024
Her skal hann eisini lýsa leiðarorðini, ið skulu mynda hansara stjórnartíð
Stutt eftir at kongsskifti í danska kongshúsinum er blivið lýst sunnudagin, fer Fríðrikur kongur at halda fyrstu røðu sína sum kongur á svalanum á Christiansborg Slotti.
Tað stendur at lesa í skránni fyri dagin, sum kongshúsið kunngjørdi í gjárkvøldið.
Kongsskiftið verður fráboðað av svalanum á Christiansborg (Mynd: EPA)
Í 1972 var tað Jens Otto Krag, sum lýsti deyða Fríðriks kong IX og kunngjørdi at Margreta nú var drotning (Mynd: EPA)
Klokkan 14 sunnudagin, føroyska tíð, fer kongur út á svalan, har Mette Frederiksen, statsministari, fer at lýsa kongsskiftið.
Stutt eftir heldur kongur sína røðu og kunngerð eisini síni leiðarorð (valgsprog). Leiðarorðini skulu vera myndandi fyri hansara stjórnartíð.
Hjá Margretu drotning var tað ikki fyrr enn beint áðrenn faðir hennara – Fríðrikur IX – lá fyri deyðanum, at hon kom fram á síni leiðarorð.
Tey ljóða soleiðis: "Guds hjælp, folkets kærlighed, Danmarks styrke".
Skráin sunnudagin byrjar við, at bæði krúnprinsahjúnini og drotningin fara av Amalienborg í hvør sínum akfari.
Krúnprinsahjúnini verða koyrd í bili, meðan drotningin verður flutt í hestavogni.
Hetta hendir umleið ein hálvan tíma áðrenn kongsskiftið á Christiansborg.
Eftir hetta verða drotningin, krúnprinsurin og Christian prinsur saman við stjórnini við til fund í Statsráðnum.
Alment hendir sjálvt kongsskiftið á hesum fundinum í teirri løtu, at drotningin hevur skrivað undir lýsingina um at hon leggur valdið frá sær - abdicerar.
Síðan fer drotningin av Christiansborg og setir kós aftur móti Amalienborg.
Margreta varð sjálv útnevnd til drotning av sama svala í 1972 av táverandi forsætisráðharranum, Jens Otto Krag.
Kongsskiftið kemur til sjóndar við, at hon skiftir akfar við kongshjúnini, og verður koyrd heimaftur í bili.
Klokkan 13.30 (føroyska tíð) hava kongshjúnini eina móttøku fyri serliga innbodnum gestum, sum ikki verða navngivnir í skránni.
Ein hálvan tíma seinni fer Fríðrikur kongur út á svalan og sigur síni fyrstu orð til tjóðina sum kongur.
Eftir lýsingina koyra kongshjúnini aftur til Amalienborg – hesaferð í hestavogni.
Mánadagin verða kongshjúnini við, tá kongsskiftið verður fráboðað í Fólkatinginum.
Í hesum sambandi fer Mette Frederiksen, statsministari, at koma við einum munnligum boðum frá kongi.
Boðini eru “eini ovastu boð til Fólkatingið”, verður sagt, uttan at greitt verður nærri frá hesum í skránni, skrivar Ritzau.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 09. Jan 2024
Synirnir hjá Margretu drotning, Fríðrikur krúnprinsur og Joakim prinsur, vórðu ikki kunnaðir um, at drotningin ætlaði at leggja frá sær fyrr enn 28. desember
Í nýggjársrøðuni 31. desember boðaði Margreta drotning almenninginum frá, at hon fór at lata trónuna víðari til Fríðrik krúnprins, og hetta var ikki langt aftaná, at komandi kongurin sjálvur hevði fingið boðini.
Sambært Ritzau váttar danska kongshúsið fyri Berlingske, at Fríðrikur krúnprinsur ikki varð kunnaður um avgerðina fyrr enn 28. desember, tríggjar dagar áðrenn restin av ríkinum fekk tað at vita.
– Eg kann vátta, at Margreta drotning kunnaði bæði krúnprinsin og Joakim prins um avgerðina 28. desember, sigur samskiftisstjórin hjá kongshúsinum, Lene Balleby við blaðið.
Hovið og Mette Frederiksen, forsætisráðkvinna vórðu eisini kunnað stutt frammanundan, men nær tey fingu boðini, vil hon ikki siga.
Heldur einki verður sagt um, nær drotningin tók avgerðina um at leggja frá sær.
Tað verður sunnudagin seinnapart, at drotningin formliga fer frá, og Fríðrikur krúnprinsur verður Fríðrikur kongur X.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 11. Jan 2024
Har eru ov nógvir borgarligir flokkar á Fólkatingi, sigur Pernille Vermund, forkvinna
Tingbólkurin hjá danska flokkinum Nye Borgerlige verður nigurlagdur, og flokkurin verður avtikin.
Tað boðar Pernille Vermund, forkvinna í flokkinum frá í vikuni.
Orsøkin er, at har eru ov nógvir borgarligir flokkar á Fólkatingi, og tað er neyðugt at tey borgarligu savnast um færri flokkar, sigur hon.
– Tá vit fyri átta árum síðani stovnaðu Nye Borgerlige, vóru bert fýra borgarligir flokkar. Í dag eru sjey.
Nye Borgerlige fekk seks tinglimir á seinasta vali, men hevur bert trý tingfólk eftir - Pernille Vermund og Kim Edberg, umframt Peter Seier Christensen, sum tó er sjúkrameldaður - og sambært Pernille Vermund er vandi fyri, at tey kunnu leggja fót fyri einum borgarligum meiriluta og harvið einum borgarligum forsætisráðharra.
Pernille Vermund og Kim Edberg hava tikið avgerð um at niðurleggja tingbólkin og hava heitt á floksstjórnina um at avtaka flokkin, og tað hevur floksstjórnin játtað at gera.
– Tað er ikki nøkur løtt avgerð, men tað er tað einasta rætta, sigur hon.
At tingbólkurin hjá Nye Borgerlige verður niðurlagdur merkir, at limirnir verða uttanflokkatingfólk.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 10. Jan 2024
Í USA hava flogmyndugleikarnir givið boð um, at øll flogfør av hesum slagnum skulu kannast, og sambært Reuters verður hetta eisini galdandi í Evropa
Fleiri flogfeløg eru fyribils givin at nýta Boeing 737 Max 9-flogfør, eftir at eitt vindeyga og partur av vegginum varð rivin av einum flogfari hjá Alaska Airlines seinasta fríggjadag, meðan tað var í luftini.
Hetta hendi stutt eftir, at flogfarið var farið úr Portland í statinum Oregon. Flogfarið var ávegis til Ontario í Kanada. 171 fólk vóru umborð. Manningin taldi seks. Eftir 20 minuttir eydnaðist tað flogfarinum at neyðlenda, og sambært Ritzau var eingin fólkaskaði.
Hendingin hevur fingið amerikansku flogmyndugleikarnar at geva boð um, at øll Boeing 737 Max 9 flogfør skulu vera verðandi á jørðini, so hetta slagið av flogfari kann kannast nærri.
Sambært tíðindastovuni Reuters fara flogmyndugleikarnir í Evropa at gera tað sama, men hetta hava teir tó ikki váttað enn.
Boðini hjá amerikonsku flogmyndugleikunum hava við sær, at 171 Boeing-flogfør av salgnum 737 Max 9 ikki sleppa at flúgva í løtuni. Tey skulu kannast fyri møgulig teknisk brek, áðrenn tey sleppa á flog aftur.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 07. Jan 2024
Tað eydnaðist ikki at fáa gongd á rúmdarfarið Peregrine mánadagin – tí er ætlani um at lenda á mánanum slept
Eitt ómannað kanningarfar, sum mánadagin varð sent út í rúmdina, fer ikki at lenda á mánanum, sum ætlað.
Tað boðar privata felagið aftan fyri Peregrine-rúmdarfarið, Astrobotic Technology, frá, sambært CNN.
Eftir eina væleydnaða útskjóting, komu trupulleikarnir tá sólfangararnir skuldu vendast rætta vegin, so battaríini á rúmdarfarinum kundu løðast.
Trupulleikin varð loystur, men tað eru trupulleikar við framdráttarskipanini, og so mikið av brennievni er farið til spillis, at ætlanin um at lenda á mánanum nú er slept.
Nú er málið at fáa Peregrine so nær mánanum, sum gjørligt, áðrenn farið missir sina megi, skrivar CNN.
Rúmdarfarið skuldi ætlandi vera tað fyrsta farið úr USA til at lenda á mánanum síðan 1972.
Útsendingin var ein stillfør byrjan til eitt rúmdarár, ið er rættiliga umfatandi. Fleiri spennandi ætlanir eru úti í rúmdini í 2024. Eitt nú er ætlanin at senda eitt mannað far út til mánan, skrivar dr.dk.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 09. Jan 2024
Embætistíðin hjá Charles Michel varar fram til 30. november, men verður hann valdur inn í ES-tingið í summar, má ein nýggjur forseti veljast
ES-forsetin Charles Michel ætlar at stilla upp til ES-tingið. Tað segði hann við belgiska blaðið De Standaard farna vikuskiftið.
Val til ES-tingið verður í juni, og tá skulu 720 tinglimir veljast, og verður Charles Michel valdur, má hann fara frá sum ES-forseti.
– Evroparáðið kann leggja til rættis og velja eftirmann mín síðst í juni ella fyrst í juli, sigur hann við blaðið.
ES-forsetin, sum verður valdur av stats- og stjórnarleiðarum í ES fyri eitt tíðarskeið á tvey og eitt hálvt ár, kann verða afturvaldur eina ferð. Michel hevur verið ES-forseti síðan 1. desember 2019, og embætistíð hansara varar fram til 30. november í ár, skrivar Ritzau.
48 ára gamli Charles Michel var forsætisráðharri í Belgia frá 2014 til 2019.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 08. Jan 2024
Svenska fyritøkan boðar frá, at arbeiðið við at útbyggja sjóvarfals orkustøðina í Vestmanna við nýggja Dragon 12 drekanum er komið undir land.
Minesto sigur, at arbeiðið við at menna og útbyggja undirstøðukervið rundan um Dragon 12 drekan í Vestmanna er liðugt og hevur verið sera væleydnað.
Neyðuga útgerðin, sum skal gera tað møguligt at seta stóra drekan til at framleiða sjóvarfalsorku inn á netið hjá SEV, er øll komin uppá pláss og er drekin nú klárur til streymframleiðslu.
Annars hevur streymframleiðslan frá Dragon 4 drekanum verið nøktandi bæði í november og desember um somu tíð sum nýggja skipann við stóra Dragon 12 drekanum hevur verið riggað til sigur Minesto.
Drekin, sum í fjør kom úr Gøteborg í Svøríki, er enn eitt týðandi stig í samstarvinum millum Minesto og SEV. Hann er munandi størri enn verandi drekin, Dragon 4, og skal kunna framleiða 1,2 MW. Dragon 4 framleiðir 100kW.
Tað var í 2020, at Minesto sum tann fyrsta fyritøkan í heiminum fór undir at framleiða el inn á eitt net á landi. Fyritøkan vónar, at hon við samstarvinum við SEV kann nøkta 40 prosent av samlaða elorkutørvinum í Føroyum.
Verkætlanin fevnir so eisini um at útbyggja sjóvarfalsorkuna fleiri staðni kring Føroyar, og ein tann størsta er sett til at verða í Hestfirði.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 09. Jan 2024
Í næstu viku koma umboð fyri norska orkufelagið Equinor til Føroya at vitja fyritøkur, sum kunnu gerast møguligir veitarar av vørum og tænastum til risastóru olju- og gassleiðina Rosebank nær við føroyska markið. Skipað verður í hesum sambandi fyri kunningartiltaki á Hotel Hilton Garden Inn týsdagin 16. januar.
Tað var í 27. september í fjør, at bretskir myndugleikar loksins góvu grønt ljós til at byggja út stóru olju- og gassleiðina Rosebank einans 15 kilometrar eystan fyri Føroyar. Hon er mett at goyma góðar 500 milliónir tunnur av olju og gassi og fer útbyggingin at kosta umleið 60 milliardir krónur.
Framleiðslan er mett at byrja longu í 2026-27 og fer at halda fram í 25 ár.
Hon fer at fáa stóran týdning fyri virksemið á Atlantsmótinum, økið millum Hetland og Føroyar, og fer m.a. at skapa arbeiði til fyritøkur, havnir o.o. í Skotlandi, Hetlandi eins og í Noregi.
Men hon kann helst meira enn tað. Nú Rosebank keldan liggur so tætt við Føroyar, kunnu bæði útbygging eins og rakstur koma at gagna føroyskum veitarum, sum kunnu bjóða sínar tænastur fram til Equinor. Nakað, sum tær hava gjørt áður eisini, tá leitingin við Føroyar varð í hæddini.
Til tess at lata upp fyri hesum spildurnýggja møguleikanum hjá føroyskum fyritøkum at gerast veitarar til eina nýggja og stóra olju- og gassleið so tætt við Føroyar, hevur felagið FOÍB, “Føroya Orkuídnaðarbólkur” saman við Sjóvinnufelagnum tikið stig til at fáa nøkur av oddafólkunum hjá Equinor í Bretlandi og Noregi at vitja í Føroyum.
Eisini verður høvi hjá føroyingum annars at hoyra meira um Rosebank og Equinor á tiltaki á Hotel Hilton Garden Inn týsdagin 16. januar.
Jan Müller, stjóri í FOÍB og Louis Wilson, umboðsmaður hjá FOÍB í Bretlandi her á vitjan á høvuðsskrivstovuni hjá Equinor í Aberdeen í Skotlandi í fjør saman við Arne Gürtner, stjóra hjá Equinor og Jákup Øregaard, sum stendur á odda fyri boringum hjá felagnum uttan fyri Noregi
Arne Gürtner, stjóri í Equinor í Bretlandi, hevur tikið av innbjóðingini at vitja. Hetta bæði fyri at kunna um Rosebank og Equinor, og fyri at vita, hvat fyritøkur her og Føroyar sum heild hava at bjóða fram í sambandi framtíðar virksemi í grannalagnum.
Eingin av Equinor fólkunum, sum arbeiða í Aberdeen, hava verið í Føroyum fyrr. Og nú virksemið hjá fyritøkuni førkar seg longur vestur í hav, vilja tey fegin læra nýggja grannan betri at kenna.
M.a. hvørji stór framstig eru hend í lítla oyggjasamfelagnum úti í Norðuratlantshavi hvat flest øllum nútíðar hentleikum viðvíkur og her ikki minst einum vælútbygdum undirstøðukervi við m.a. fýra undirsjóvartunlum, einum nútímans altjóða flogvølli við ferðamøguleikum hvønn dag til útheimin, spildurnýggjum gistingarhúsum, væl útbygdum havnum, sjúkrahúsum osfr.
Nærhendis Rosebank og tætt við føroyska markið eru fleiri aðrar olju- og gasskeldur, sum møguliga eisini verða útbygdar til framleiðslu komandi árini. Ein teirra er Cambo.
Kunna um Rosebank og Equinor
Talan er um ovasta stjóran hjá Equinor í Bretlandi, Arne Gürtner við evstu ábyrgd av útbyggingini av Rosebank feltinum, ið nú kemur til Føroya.
Hann er leiðari fyri øllum virksemi hjá Equinor í Bretlandi eins og Írlandi og eru Føroyar eisini hansara ábyrgdarøki. Tom Pirie, sum stendur á odda fyri sjálvari útbyggingini av Rosebank kelduni, er eisini partur av ferðalagnum.
Rosebank keldan liggur bert 15 kilometrar frá føroyska markinum
Teir báðir fara at hava framløgur á tiltakinum, har teir greiða frá komandi virkseminum á Rosebank og hvat fyri møguleikar hetta kann hava fyri føroyska sjóvinnu, veitarar til sjóvinnuna, eins og fyri aðrar tænastuveitarar í Føroyum. Eisini umrøða teir virksemið hjá Equinor annars. Haraftrat fer Richard Mortensen frá Mest at hava eina framløgu um veitaraumhvørvið í Føroyum.
David Cairns, ið hevur ábyrgdina av samskiftinum millum Equinor og bretskar myndugleikar og stjórninaer eisini við. Somuleiðis Lucinda Layfield, skrivari. Haraftrat er føroyingurin Jákup Øregaard, sum stendur á odda fyri boringum hjá Equinor uttan fyri Norra. Hann er búsitandi í Stavanger.
Undir vitjanini í Føroyum, sum er í døgunum 16. og 17. januar, fara Equinor fólkini at vitja fleiri føroyskar veitarafyritøkur eins og luttaka í einum stórum kunnandi tiltaki, ið Sjóvinnufelagið skipar fyri á Hotel Hilton Garden Inn. Tað verður týsdagin 16. januar kl. 9.30. Tiltakið er ætlað øllum, sum hava áhuga og tilknýti til føroyska sjóvinnu, og veitarar til sjóvinnuna í Føroyum.
Tiltakið er ókeypis, men neyðugt er við tilmelding, sum fer fram við at senda teldupost til [email protected] í seinasta lagi 13. januar.
Nú Equinor, sum telist millum tey stóru orkufeløgini í Evropa, eisini er virkið innan bæði leiting og innan grøna orkuskiftið, verður eisini vitjað hjá Jarðfeingi eins og hjá SEV, har umboð fyri bæði EFFO, Magn og Umhvørvisstovuna eisini luttaka.
FOÍB og Sjóvinnufelagið fegnast
Í viðmerking til vitjanina sigur stjórin í FOÍB, Jan Müller, at felagið, sum eisini er umboðað av tess umboðsmanni í Bretlandi, Louis Wilson, hevur arbeitt við hesi verkætlan í longri tíð og hevur bert bíðað eftir, at bretskir myndugleikar góvu grønt ljós til hana. Nú tað er hent, ber til at siga, at lív fer at koma í økið nær føroyska markið, sum harvið eisini kann lata upp dyr inn til føroyska marknaðin. Hann fegnast um samstarvið við Sjóvinnufelagið, sum er grundarlagið undir hesi forkunnugu vitjan.
Stjórin í FOÍB vísir á, at nú bretska stjórnin hevur gjørt greitt, at hon ynskir at skunda undir útbyggingar av olju- og gassleiðum í Norðsjónum og á Atlantsmótinum eins og nýggja leiting, m.a. fyri at verja orkutrygdina, kunnu vit rokna við, at eisini aðrar longu funnar leiðir í grannalagnum fara at verða útbygdar til framleiðslu, eitt nú stóra keldan Cambo, sum liggur heilt tætt við føroyska markið.
“Slíkt nýtt virksemi so tætt við Føroyar kemur eisini væl við hjá føroyskum myndugleikum. Tað sampakkar m.a. við tann politikkin, sum bæði undanfarin landsstýri og tað núverandi vilja, nevniliga at gera Føroyar til ein tilfeingisdepil í Norðuratlantshavi. Vitjanin av Equinor kann møguliga hugsast at gerast eitt týðandi stig á hesi leið.
Hon kann vónandi eisini vera við til at seta aðrar ringar í sjógvin, har ljós aftur fer at verða varpað á framtíðar leiting á føroyska landgrunninum. Og í tí høpi mugu vit heldur ikki gloyma teir mongu føroyingarnar, sum í dag arbeiða í altjóða offshore vinnuni, og sum fegnir høvdu viljað sæð framtíðar arbeiðsmøguleikar um okkara leiðir”, sigur Jan Müller.
Mouritz Mohr, formaður í Sjóvinnufelagnum. MEST hevði ein týðandi leiklut, tá ein risastórur boripallur í 2014 varð umvældur á Skálafjørðinum.Tá var tað Statoil, fyrrverandi Equinor, sum stóð fyri boring á landgrunninum.
Formaðurin í Sjóvinnufelagnum, Mouritz Mohr er eisini sera fegin um, at Equinor hevur tikið av innbjóðing at koma til Føroya at síggja umstøður og møguleikar her:
“Vit í Sjóvinnufelagnum meta hesa vitjanina vera sera umráðandi og viðkomandi fyri føroyska sjóvinnu og veitarar til sjóvinnuna, og síggja vit stórar møguleikar fyri veiting av tænastum o.a nú virksemi verður á Rosebank".
Stóra móttøku- og framleiðsluskipið Petrojarl Knarr, (FPSO), sum nú verður gjørt klárt til framleiðslu nær við Føroyar um trý ár ella so
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 08. Jan 2024
Stórtingið tók í vikuni undir við uppskoti frá stjórnini um at lata upp partar av norska landgrunninum fyri leiting eftir og útvinning av havbotnsmineralum. Noreg er sostatt fyrsta landið í heiminum, ið tekur slíkt stig
Síðani 2017 hevur norska landgrunnsfyrisitingin, "Sokkeldirektoratet" kortlagt stór øki har norðuri í Norskahavinum. Tiknar eru royndir av havbotninum og innsavnað eru data um mineral og metallir, sum finnast á havbotninum. Hetta er gjørt við skipum og fakumhvørvinum við lærdu háskúlarnar í Tromsø og Bergen.
Tað hevur annars verið nógv umrøða í norskum miðlum um framtíðar námsvinnu á havbotninum. Enn er henda vinna sera avmarkað til kanningar í nøkrum heilt fáum plássum í heiminum, men hetta er fyrstu ferð, at kjakið um vinnuna av álvara tekur seg upp um okkara leiðir og nakað ítøkiligt hendir á økinum. Stórt og umfevnandi fyrireikingararbeiði er gjørt.
Síðani hevur minnilutasjórnin hjá Jonas Gahr Støre gjørt uppskot at leggja fyri Stórtingið, har tað verður lagt upp til at fara undir eitt størri kanningararbeiði. Hetta hevur fingið undirrøku frá bæði Høgra og Framburðsflokkinum og hevur tí neyðuga meirilutan.
Tað eru annars tey, sum halda, at vinnan kann fáa álvarsligar avleiðingar fyri serstaka umhvørvið á havbotninum. Hinvegin hevur heimurin brúk fyri teimum sera sjáldsomu mineralunum, sum liggja spjadd kring havbotnin nógva staðni, eisini í føroyskum øki. Greenpeace í Noregi hevur funnist harðliga at ætlanini.
Frá mótmælisgongu (Mynd: NTB)
Norska stjórnin heldur, at Vesturheimurin er alt ov bundin og heftur at hátøknivørum, sum verða framleiddar í Kina, har tey hava atgongd til tey sjáldsomu mineralini, ið verða brúkt í grøna orkuskiftinum í vindmyllur, elbilum osfr. Vit eru noydd til at taka kappingina upp við Kina og fara undir námsvinnu verður sagt.
Eisini í Føroyum verður fylgt við gongdini og hava tey á Jarðfeingi í samband við aðrar vísindarligar kanningar funnið havbotn sum eisini hevur eitt nú jarn- og manganskorpur. Á Jarðfeingi eru tey eisini í ferð við at gera innleiðandi kanningar av hesum tilfeingi á Føroyska landgrunninnum.
Uni Árting granskari á Jarðfeingi her við einum stórum steini funnin á føroyskum havbotni. Talan er um jarn-manganskorpu (Mynd: Jan Müller)
Kelda: Sokkeldirektoratet.no, e24, BBC og NRK
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 10. Jan 2024
Hóast óvguliga dyggan stuðul frá fleiri túsund føroyskum áskoðarum í Mercedes Benz Arena, so taptu Føroyar við trimum málum móti Slovenia í fyrsta dystinum í EM-kappingini
Sjálvandi megnaðu dugnaligu føroysku hondbóltsleikararnir at imponera við góðum spæli móti Slovenia, hóast tað at enda gjørdist ein ósigur við trimum málum.
Men stóri vinnarin var fjølmenta føroyska áskoðarafjøldin, sum gjøgnum allan dystin stuðlaði sínum leikarum við eggjan, sangi og stuðuli.
Á vøllinum gjørdist hetta ein harður dystur fyri føroyska liðið. Slovenar vóru rættiliga nógv størri og sterkari enn vit, men føroysku spælararnir megnaðu við snildi og kvikleika at geva teimum góða mótstøðu.
Serliga í fyrra hálvleiki, har Føroyar vóru tað betra liðið. Men har vantaði okkurt í effektivitetinum, og javnleikur 13-13 í hálvleikinum var ikki nóg gott.
Í øðrum hálvleiki byrjaði munurin á liðunum so smátt at síggjast. Slovenar vóru kaldari og meira útroknandi. Gjørdu ikki meira enn hægst neyðugt, komu loksins framum við meira enn tveimum málum, og so koyrdu teir sigurin heim.
Samanumtikið má sigast, at frá føroyskari síðu var verjuuppgávan avgreidd nøkulunda fram til eina løtu inn í 2. hálvleik. Tað var meira í álopinum, at hugflogið vantaði. Tað kom at liggja ov stór ábyrgd á Eliasi at finna loysnirnar, og tá kann spælið gerast stirvið. Í kvøld gjørdist tað til tíðir í so stirvi.
Peter Bredsdorff Larsen og Julian Johansen hava nakað at arbeiða við, áðrenn Noreg stendur á skránni í kvøld.
Nøkur hagtøl:
Bjargingar:
Pauli Jacobsen 9/32 (28 prosent)
Nicholas Satchwell 1/8
Tekniskar villur:
Føroyar: 9
Slovenia: 7
Útvísingar:
Føroyar: 3
Slovenia: 5
Føroyskir málskjúttar:
Elias Ellefsen á Skipagøtu 9 (3)
Hákun West av Teigum 9 – Dagsins spælari
Teis Horn Rasmussen 3
Óli Mittún 2
Vilhelm Poulsen 2
Tróndur Mikkelsen 2
Leivur Mortensen 1
Rói Berg Hansen 1
(Brend skot: 16)
Besti málskjútti hjá Slovenia var Aleks Vlah við 8 málum
Myndir: Sverri Egholm. Fleiri myndir her
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 11. Jan 2024
Føroyski venjarin iðrar seg um, at føroyska liðið ikki var effektivari í fyrra hálvleiki, tá vit vóru tað betra liðið
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald
- Vit vóru nøgdir við okkara fyrra hálvleik. Vit áttu at veri á odda við tveimum ella trimum málum í hálvleikinum, og tað er tað, sum iðrar meg mest í kvøld.
Soleiðis segði venjarin hjá føroyska landsliðnum, Peter Bredsdorff Larsen, á tíðindafundinum eftir dystin í kvøld, sum slovenar vunnu 32-29.
Um slovensku mótstøðuna segði hann.
- Í øðrum hálvleiki sóðu vit hvat slovensku leikararnir megna. Vit sóu nakrir sera góðar leikarar, sum vit hava stóra respekt fyri. Slovenia hevur eitt gott lið, og eg fari at ynskja teimum alt tað besta víðari í kappingini.
Sum um alt Føroya fólk var í høllini
Og so var tað stuðulin frá áskoðarunum:
- Eg má siga, at vit eru glaðir fyri stuðulin, vit fingu. Tað virkaði sum um alt Føroya fólk var til staðar í høllini í dag. Tað var fantastiskt. Og føroyingarnir hava imponerað í Berlin, og koma eisini at gera tað teir komandi dagarnar.
- Okkara vón er, at vit kunnu gera eitt enn betri avrik móti Noregi í leygarkvøldið.
Uros Zorman, slovenskur landsliðsvenjari (Mynd: Jóanis Albert Nielsen / jn.fo)
- Takk fyri ein góðan dyst
Slovenski venjarin Uros Zorman hevði rósandi orð til føroyska liðið í sínum uppleggi á tíðindafundinum.
- Eg fari at takka føroyska liðinum fyri ein góðan og fair dyst. Føroyska liðið vísti gott spæl við góðum og kvikum leikarum, sum áttu góðar fintur, sum vit líka skuldu venja okkum við.
Zorman vísti á, at lið hansara er merkt av skaðum, og at tað kanska ikki hevur gjørt føroysku fyrireikingarnar so lættar, tí tað eru fleiri av føstu leikarunum, sum ikki eru við.
Men hann ásannaði, at menn hansara hava tær størstu royndirnar í slíkum dystum, og at tað helst eisini var avgerandi fyri úrslitið í kvøld.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 11. Jan 2024
Bundesliga-spælararnir hjá Føroyum skoraðu níggju mál hvør móti Slovenia. Føroyar brendu annars heldur nógv skot í søguliga dystinum (16)
Berlin, Týskland (Portalurin) - Føroyar vóru væl við tað mesta av dystinum móti Slovenia og eisini á odda til tíðir frammanfyri stóru og fantastisku føroysku áskoðarafjøldini.
Ikki óvæntað vóru tað Elias Ellefsen á Skipagøtu og Hákun West av Teigum, ið gingu á odda, hvat málskjóting viðvíkur. 21-ára gomlu hoyvíkingarnir í Bundesliguni skoraðu níggju mál hvør.
Elias legði eisini upp til fleiri mál hjá Hákuni - nakrar fríspælingar út á vongin vóru heilt flottar. Elias á Skipagøtu brendi tó heldur nógv skot - seks sambært EHF.
Høgri vongurin hevði høg prosentir. Klemin Ferlin í slovenska málinum hevði tvær stórbjargingar móti Hákuni, men annars var nummar 17 tryggur.
Hákun varð eisini valdur til dagsins leikara av áskoðarunum og varð stórliga heiðraður av serliga mongu føroysku áskoðarunum.
Føroyska liðini skoraði 29 mál og spældi seg til fleiri aðrar góðar møguleikar. Samanlagt brendu okkara tó 16 ferðir, og er hetta ov nógv, um slíkir dystir skulu vinnast. Føroyar skoraðu uppá líka yvir helmingin av skotunum móti slovenska málinum.
Føroyskir málskjúttar í 29-32 tapinum:
Elias Ellefsen á Skipagøtu 9 (3) - 15 skot
Hákun West av Teigum 9/11 – Dagsins spælari
Teis Horn Rasmussen 3
Óli Mittún 2
Vilhelm Poulsen 2
Tróndur Mikkelsen 2
Leivur Mortensen 1
Rói Berg Hansen 1
(Brend skot: 16 = 55 prosent)
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 11. Jan 2024
Føroyska liðið hevur longu stóra uppgávu á skránni aftur í kvøld. Nógv frá Slovenia-dystinum kann takast við til uppgerðina móti Noregi
Berlin, Týskland (Portalurin) - Ein stórur og serligur dagur fyri føroyingar er farin afturum í týska høvuðsstaðnum. Føroyar gjørdu sær als ikki fyri skommum móti Slovenia - tvørturímóti. EM-hálvfinaluliðið fyri fýra árum síðani noyddist veruliga at stríðast fyri at koppa Føroyum í undirhaldandi dystinum: Tað stóð á jøvnum í steðginum, føroyingar vóru á odda í løtum, slovenar fóru veruliga avstað eina løtu í 2. hálvleiki, men fýra føroysk mál á rað fingu nakað av spenningi í aftur.
Tá samanum kom, vóru trý mál á muni. Sterku slovenarnir sum Miha Zarabec forðaðu fyri sensatiónini, men føroysku fjeppararnir vunnu stórt á áskoðaraplássunum, meðan teir í føroyska hópinum helst lærdu nógv.
Teis Horn Rasmussen skoraði fyrsta føroyska EM-málið - tað var helst nakað serligt hjá føroyingunum at fegnast um mál, tá fjøldin var, sum hon var (Mynd: Sverri Egholm)
Føroyska liðið hevur lítið av tíð til at sleikja sárini. Fríggjadagurin var einasti fyrireikingardagurin undan dysti nummar tvey - tann á pappírinum størsta uppgávan fyri Føroyar: Noreg.
Norska liðið legði út við at vinna við 11 málum á Polandi hóskvøldið, og heilt nógv skal gerast rætt, um Føroyar skulu megna at fylgja nøkulunda við Sander Sagosen og hinum norðmonnunum í kvøld.
Hóskvøldið var tað ein blandingur av millum annað ov nógvum brendum skotum, tekniskum villum á umráðandi tíðspunktum og ov leysari verju seinastu 25 minuttirnar, ið kostaðu stig.
Ymiskt var at iðra seg um í føroysku leguni í gjár (Mynd: Sverri Egholm)
Arbeitt verður helst við at bøta um summi av hesum tingunum, men Peter Bredsdorff-Larsen og hinir kunnu hinvegin eisini taka nógv jaligt við frá søguligu uppgerðini. Føroysku fjeppararnir? Teir vera framvegis her og helst fleiri eisini, og tað er eingin ivi um, at stuðulin fer at merkjast væl til stóru uppgávuna.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 12. Jan 2024
Einasti spælarin í føroyska EM-hópinum, sum ikki spælir uttanlands í løtuni, hevur gjørt sáttmála við svenska oddaliðið. 19-ára gamli strikspælarin skiftir í summar
- Triði føroyingurin kemur til Sävehof
Soleiðis skrivar IK Sävehof við stoltleika seinnapartin. Elias Ellefsen á Skipagøtu spældi trý kappingarár í felagnum, Óli Mittún er í løtuni í gongd við sítt triðja ár, og í summar flytir enn ein føroyskur landsliðsspælari til Göteborg.
Ísak Vedelsbøl valdi síðsta summar at skifta úr Neistanum til H71, meðan hann tekur síðsta árið av student á Glasi. Næsta nátúrliga skifti hjá sterka strikuspælaranum er út um landoddarnar, og nú er endaliga greitt, at Ísak fer at taka tað eftir verandi kappingarár.
Sum svenskir miðlar høvdu gitt, so gongur leiðin til svenska oddaliðið IK Sävehof. Har skal hann spæla saman við Óla eisini - um ikki 18-ára gamli bakspælarin fer víðari í summar.
Óli Mittún er ein profilur í felagnum, sum hevur heimstað í Partille-økinum í næststørsta svenska býnum. Skjótt fær hann nýggjan ungan føroyskan liðfelaga (Mynd: IK Sävehof)
- Eg gleði meg at fara í gul-svørtu blusuna. Eg havi hoyrt nógv gott um felagið og síggi fram til at menna meg meira í Sävehof, sigur Ísak Vedelsbøl við síðuna hjá felagnum.
Jonathan Stenbäcken, ítóttarstjóri, fegnast sum vera man:
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 09. Jan 2024
Heilt gott huglag til stóru upphitingina undan fyrsta dystinum móti Slovenia
Tað var óvanliga gott lag á talmiklu føroysku fjøldini, sum undan fyrsta EM-dystinum hósdagin savnaðist í eini veitsluhøll í Kreutzberg býarpartinum at hita upp.
Á pallinum stóðu Eyðun og Terji og fingu áskoðararnar til at syngja við til teirra kendu og elskaðu slagarar, og teir høvdu eisini onkrar nýggjar sangir við, ið eru skrivaðir til høvið.
Mett verður at í minsta lagið túsund føroyingar vóru til staðar - helst fleiri - í hesi høllini, umleið hálvanannan kilometur frá Merceses Benz Arena. Ætlanin er eisini at føroyingarnir skulu hittast her undan dystinum móti Noregi í kvøld.
Skal eitt líknandi tiltak vera mánadagin undan dystinum móti Polandi, skal eitt annað høli finnast, sum vit skilja á lagnum.
Fleiri myndir av spentum og vónríkum føroyskum hondbóltsfjepparum í Kreutzfeld kunnu síggjast her
Sverri Egholm tók myndirnar:
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 11. Jan 2024
Sveis megnaði bert at skora 14 mál framman fyri 53.586 áskoðarum í Düsseldorf. Frakland vann greitt á Norðurmakedónia - í dag verða seks EM-dystir spældir
Tveir teir fyrstu dystirnir í EM-endaspælinum hjá monnum í Týsklandi vórðu spældir mikukvøldið.
Hetta vóru einastu dystirnir, ið verða spældir í Düsseldorf. Fótbóltsleikvøllurin Merkur Spiel Arena varð nýttur til høvið, nú heimsmet fyri áskoðarar til ein hondbóltsdyst skuldi setast.
Atgongumerkini vóru galdandi fyri teir báðar fyrstu dystirnar í bólki A. Har tað vóru fleiri til tann seinna dystin, har vertirnir tóku mótu Sveis. Tá var næstan tíggju-ára gamla metið fyri ein hondbóltsdyst - sum eisini var týskt (44.000) - væl og virðiliga sett. Alemenna áskoðaratalið á serstaka leikvøllinum var 53.586.
Um tað var ov nógv trýst á sveisisku gestunum vegna hetta, er ilt at siga. Í øllum førum var avrikið ikki gott móti Týsklandi, sum skjótt fór avstað og vann 27-14. 14 mál skotin er metlágt fyri ein dyst í EM-endaspæli hjá monnum. Sveis hevur nú ivasama metið saman við Kroatia (1998) og Ungarn (2016)
Sterki týski málverjin, Andreas Wolff, ið eisini gav føroyingum stórt høvuðbrýggj í HM-undankappingardysti í fjør, var sum ein múrur, og tók 59 prosent av sveisisku skotunum. Harvið var grundarlagið fyri stórsigrinum lagt.
Sveisisku spælararnir høvdu ógvuliga torført við at fáa bóltin framvið Andreas Wolff í týska málinum (Mynd: EPA)
Ógvuliga góð hagtøl hjá "úlvinum" í týska málinum (Mynd: EHF)
Dika Mem og Frakland komu í gongd við tíggju-máls sigri á Norðurmakedonia (Mynd: EPA)
Frakland var eisini stórfavorittur í sínum dysti og vann, eins og Týskland, trygt. Bæði liðini løgdu út sum eitt óløgi við at skjóta nógv mál, men móti endanum av 1. hálvleiki tók Frakland yvir. Hetta var, tá tamarhald kom á verjupartin. Í 2. hálvleiki var ongantíð nakar ivi, og ein av favorittunum at koma í hálvfinalurnar stóð royndina í byrjanardystinum og vann við tíggju málum.
Lagt er av álvara upp til, at Frakland og Týskland verða tey bæði liðini, ið fara víðari úr bólkinum, og lagt er upp til bólkafinalu millum liðini sunnudagin. Hetta verður í Berlin, har restina av bólkinum fer fram.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 11. Jan 2024
Í okkara bólki vann Noreg við ellivu málum á Polandi - Danmark hevði ávísar trupulleikar við Kekkia. Tey trý nýggju liðini taptu øll
Seks dystir í EM-endaspælinum vórðu spældir hósdagin:
EM 2024,
Hósdagin 11. januar
Bólkur D - Berlin
Føroyar - Slovenia 29-32 (13-13)
Noreg - Poland 32-21 (15-10)
Bólkur E - Mannheim
Niðurlond - Georgia 34-29 (19-12)
Svøríki - Bosnia & Hersegovina 29-20 (14-7)
Bólkur F - München
Portugal - Grikkaland 31-24 (18-14)
Danmark - Kekkia 23-14 (9-9)
Sum úrslitini vísa, so var ikki nakað serliga óvæntað. Føroyar, Georgia og Grikkaland eru heilt nýggj í EM-høpi. Øll bjóðaðu av í løtum - Føroyar stóðu seg samanlagt best - men Slovenia, Niðurlond og Portugal vunnu eftir nakað av høvuðbrýggi.
Favorittarnir vunnu eisini í hinum trimum dystunum. Talan var um skandinavisku liðini - øll eru millum favorittarnir at spæla um tey heilt stuttligu plássini.
Serliga eru tað trýfaldu heimsmeistararnir, sum eisini greiddu sína skyldu móti Kekkia. Kekkar góvu tó dønum truppuleikar - serliga við góðum verju- og málmansspæli í 1. hálvleiki. Tað stóð á jøvnum 9-9 í steðginum, men so kom Emil Nielsen inn í danska málið. Hann bjargaði heili 73 prosent av skotunum, og Danmark vann at enda trygt, hóast tað ikki var pent í álopinum.
Emil Nielsen var, væl uppiborið, heiðraður sum dagsins spælari eftir síðsta bríksl í München (Mynd: Sverri Egholm)
Norðmenn gjørdu bart í Berlin, har Poland ikki megnaði at fylgja við (Mynd: EPA)
Talan varð um níggju-máls sigur til danir í München, og Svøríki vann eisini við níggju málum í Mannheim. Har var Svøríki sannførandi, og Bosnia & Hersegovina fekk ongantíð veruliga hótt evropameistararnir. Hampus Wanne var stóri maðurin hjá sviium: Vinstri vongurin skoraði níggju mál í 29-20 sigrinum.
Poland legði út sum eitt óløgi í Berlin, men norðmenn settu seg tó seinni á dystin og vunnu trygt. Noreg vísti stóra styrki, og munurin gjørdist heili 11 mál. Í annaðkvøld spælir liðið hjá Jonas Wille móti Føroyum.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 12. Jan 2024
Fleiri føroyskir spælararnir høvdu úr at gera, tá millum annað nógvir norskir miðlar vóru til staðar fríggjamorgunin
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald
Berlin, Týskland (Portalurin): Føroyska liðið hevði bjóðað miðlunum inn í felagshøli á gistingarhúsi sínum í gjár. Har vóru fleiri spælarar, umframt venjararnir og forkvinnan í HSF tøk til samrøðu.
Hetta høvi nýttu nakrir føroyskir miðlar, men uppaftur fleiri norskir miðlar vóru til staðar við ymiskum upptøkutólum. Hetta vóru NRK, TV2, Viaplay og Dagbladet.
Tey vístu stóran áhuga fyri føroyska liðnum og ymisku serligu viðurskiftunum: Mongu larmandi áskoðarunum, stóru framgongdini og tøttu sambondunum.
Danska TV2 var eisini til staðar. Miðilin, ið ger heilt nógv burturúr EM, tosaði leingi við Peter Bredsdorff-Larsen, Elias Ellefsen á Skipagøtu og Hákun West av Teigum.
Føroyar og Noreg spæla í kvøld klokkan 19.30 føroyska tíð.
Sverri Egholm tók myndirnar
Rói Berg Hansen tosar við Dagbladet
Elias Ellefsen á Skipagøtu og Viaplay
Helgi Hildarson Hoydal, ið hevur spælt í Noreg í nógv ár
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 12. Jan 2024
Füchse Berlin, Pfeffersport, og SG OSF Berlin vera mótstøðuliðini hjá dreingjum 14 hjá H71 um vikuskifti
Dreingir 14 hjá H71 spæla tríggjar vinadystir í Berlin í vikuni, nú teir kortini eru til EM-endaspælið hjá monnunum.
Skipað er fyri trimum vinardystum móti týskum liðum í sama árgangi meðan EM í manshondbólti fer fram í Berlin, skrivar H71.
Í sambandi við at føroyska A- landsliðið hjá monnum á fyrsta sinni luttekur í EM endaspæli í hondbólti í Berlin í Januar 2024, fara hópin av føroyskum fjepparum avstað at stuðla hondbólthetjunum, sum vónandi fáa nøkur góð úrslit.
Í fjepparskarðanum teljast teir flestu D14 leikararnir hjá H71, og eftirsum nóg nógvir dreingir eru til at manna lið, og nóg mikið av tíð er millum dystirnar hjá landsliðnum upprann hugskotið, um tað mundi bera til at skipa fyri nøkrum vinardystum móti týskum liðum.
Foreldur tóku samband við HV Berlin (Handball Verband Berlin) og greiddu frá hugskotinum. HV Berlin lá ikki leingi á boðunum, og svaraði longu dagin eftir at umbønin var send, at tey vóru áhugað at skipa fyri vinadystum móti H71.
Samband var tikið til trý feløg, sum liggja ovast á stigatalvuni í sínum aldurbólki, og takkaðu tey ja. Soleiðis er tað komið í lag, at D14 skulu spæla tríggjar dystir ímóti javnaldrandi á sama støði, Fríggjadagin 12. januar, leygardagin 13. januar og sunnudagin 14. januar móti ávíkavist Füchse Berlin, Pfeffersport og SG OSF Berlin.
Djóni Gaard Joensen er venjari.
Dystaryvirlit:
Fríggjadagin 12. januar:
Kl.15.30: Füchse Berlin - H71
Høll: Füche Town, Lilli-Henoch-Halle
Leygardagin 13.januar:
Kl.13.00: Pfeffersport - H71
Høll: Sporthalle OSZ
Sunnudagin 14. januar:
Kl.15.00: SG OSF Berlin - H71
Høll: Louis Zobel Sporthalle
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 09. Jan 2024
Eftir stórsigur á EB sunnukvøldið, og tá Neistin tapti, eru kyndlakvinnur einsamalt oddalið
Efitr at hava deilt oddasessin við grannarnar í Neistanum tóku kyndlakvinnur sunnukvøldið fyrsta pláss í deildini.
Tað gjørdu tær eftir stórsigur 36-18 á EB. Dysturin varð leiktur í Høllini á Hálsi, og í steðginum var 18-5 til Kyndil.
Neistin tapti fyrr sunnudagin í Høllini á Hálsi móti H71 32-27, og hoyvíkskvinnur bjóða nú av álvara bjóðar av í stríðnum um tvey tey fremstu plássini.
Í Vestmanna vann heimaliðið stórsigur 42-26 á Stjørnuni. StÍF var á vitjan í Vági og vann 27-23 á VB.
Støðan SMS deildin kvinnur
1. Kyndil 22 stig (12 dystir)
2. Neistin 20 stig (13 dystir)
3. H71 18 stig (13 dystir)
4. StÍF 16 stig (13 dystir)
5. VÍF 12 stig (13 stig)
6. EB 7 stig (13 dystir)
7. Stjørnan 6 stig (13 dystir)
8. VB 1 stig (12 dystir)
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 07. Jan 2024
Bakspælarin úr Hoyvík er undir lesnaði í Danmark, og skjótt skal Marita Mortensen spæla í næstbestu donsku deildini
Enn ein føroyskur hondbóltsspælari fer at royna seg uttan fyri landoddarnar, og eins og fleiri onnur fer Marita Mortensen at spæla og lesa samstundis:
- Marita Mortensen er 22-ára gomul. Hon hevur spælt fyri H71 og eisini á A-landsliðnum. Eitt stutt skifti, áðrenn felagið fór á húsagang, spældi Marita við Vendsyssel. Marita er flutt til Keypmannahavnar fyri at lesa lívfrøði á KU, og vil nú taka næsta fetið á hondbóltsleiðini.
Soleiðis skrivar HØJ Elitehåndbold á heimasíðu sínari um nýggja spælaran. Sum spælari verður Marita Mortensen lýst á hendan hátt.
- Marita spælir fyrst og fremst sum vinstri bakkur. Hennara styrkir eru serliga langskot og eitt gott eyga fyri spælinum.
Marita í framlopi í dysti móti Kyndli. Nú skal hon stríðast fyri HØJ í næstbestu donsku deildini (Mynd: Sverri Egholm)
Hvussu sær Marita sjálv skifti ?
- Eg síggi fram til gerast ein partur av HØJ Elitehåndbold, som er i stórari menning. Eg vóni at geva mítt íkast við mínum dygdum og nógvari megi á vøllinum. Framsóknið hjá felagnum motiverar meg, og eg eri til reiðar til avbjóðingarnar og at gera mítt besta fyri liðið.
Marita Mortensen hevur fleiri gullheiðursmerki við barndómsfelagnum. Nú skal hon vera partur av sama felagið sum landsliðsspælararnir Rói Berg Hansen og Pauli Jacobsen.
Eins og besta manslið felagsins, spælir besta kvinnuliðið hjá HØJ í næstbestu deildini. Liðið úr Keypmannahavnarøkinum liggur í løtuni á 6. plássi í 1. Division, sum hevur 12 lið.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 12. Jan 2024
Vikuskiftið 9. og 10. mars verður sjøtul settur á Betri Deildina hjá monnum. Kappingin endar leygardagin 26. oktober, og eina viku seinni er steypafinalan á skránni
Kappingarnevndin hjá Fótbóltssambandi Føroya leggur í løtuni síðstu hond á fyrireikingarnar til eitt nýtt kappingarár.
Eins og undanfarin ár byrjar fótbóltsárið 2024 við stórsteypadystinum hjá monnum, sum verður sunnudagin 3. mars. Eina viku seinni verður farið undir landskappingina.
Leikdagarnir í Betri Deildini hjá monnum eru nú klárir, og í løtuni verða seinastu smálutirnir í sjálvari leikskránni fingnir upp á pláss.
Greitt er í øllum førum, at fyrsta umfar verður vikuskiftið 9. og 10. mars. Summarsteðgurin verður frá 6. juli til 2. august, og síðani verður spælt til 26. oktober, tá síðsta umfar er á skránni.
Eina viku seinni, leygardagin 2. november verður finalan um Løgmanssteypið.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 08. Jan 2024
FSF hevur avgjørt at skipa kappingina í Betri Deildini hjá kvinnum sum grundspæl og endaspæl. Byrjað verður 25. mars, og kappingin endar leygardagin 19. oktober
Mánadagin 25. mars byrjar landskappingin í fremstu deildini hjá kvinnum. Í ár verða níggju lið í kappingini, og sum nakað nýtt hevur kappingarnevndin hjá Fótbóltssambandi Føroya tikið avgerð um at skipa Betri Deildina hjá kvinnum við grundspæli og endaspæli.
Í grundspælinum spæla liðini tvær ferðir móti hvør øðrum. Síðani fara nummar 1 til 5 í bólk fyri seg, har tey kappast um FM, meðan hini liðini fara í ein bólk fyri seg, har tey dystast um at vinna niðara bólkin.
Harafturat fer eisini at vera skipað fyri einari minni steypakapping, ið kemur afturat siðbundnu steypakappingini, sum vit kenna hana í dag. Minna steypakappingin verður fyri liðini, sum eru í niðara bókinum í endaspælinum, umframt feløgunum, sum hava sítt besta lið í 1. deild.
Kappingarárið hjá kvinnum byrjar annars við stórsteypadystinum millum KÍ og NSÍ, sum verður á Tórsvølli sunnudagin 17. mars.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 10. Jan 2024
Meðan runavíkingar spældu í næstbestu deildini í fjør, var trúgvi rituvíkingurin í Íslandi og spældi. Nú er hann aftur við Løkin
Tað bleiv til eitt ár í íslendska Breiðablik hjá Klæmint Andrasson Olsen, men í 2024 og 2025 verður málkongurin í barndómsfelagnum, boðaði NSÍ frá í vikuni.
33 ára gamli rituvíkingurin er mest skorandi leikarin í bestu føroysku deildini við tilsamans 230 málum. Klæmint hevur hartil skorað 23 mál í steypakappingini og 7 mál í evropeisku kappingunum. Í alt er talan um 260 mál fyri besta mansliðið hjá NSÍ.
Karstin Joensen, formaður í NSÍ, og Klæmint Andrasson Olsen (Mynd: NSÍ)
Á landsliðnum eigur hann eisini fyrsta pláss sum mest skorandi leikari saman við Rógva Jacobsen. Teir hava báðir skorað tíggju mál.
NSÍ var í fjør í næstbestu deildini og vendi, men er hetta kappingarárið aftur í bestu deildini.
Landskappingin hjá monnum byrjar vikuskiftið 9. og 10 mars.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 08. Jan 2024
Álopskendi Maxwell Effiom hevur seinast spælt í triðbestu norsku deildini, og hevur áður spælt undir nýggja 07 Vestur-venjaranum
07 Vestur er í gongd við at styrkja seg til komandi kappingarár, og sum skilst eru fleiri útlendskir spælarar eru á veg inn.
Týskvøldið var ein kunngjørdur. Maxwell Effiom er úr Nigeria, og hevur spælt í nøkur ár í Noregi - nú hevur Maxwell skrivað undir sáttmála við 07 Vestur.
- Maxwell hevur spælt við Sandnes Ulf og Skeid í Noregi, so hann er ikki ókendur hjá venjaranum. Áðrenn Maxwell kom til Noregs, spældi hann við Enyimba Aba, sum hann bleiv nigerianskur meistari við. Maxwell hevur spælt 59 dystir í næstbestu deildini í Noregi. Hann hevur eisini umboðað Nigeria á U19 og U20 landsliðnum.
Tað var í Sandnes Ulf, at Maxwell spældi undir Steffen Landro, sum hevur tikið við sum venjari hjá 07 Vestur í vetur. Felagið hevur mist millum annað Jasper van der Heyden í álopskenda partinum, og ætlanin er, at maðurin við níggju ungdómslandsdystum fyri Nigeria kann gera mun frammarlaga á vøllinum hjá 07 Vestur.
- Maxwell spælir sum vinstri vongur. Hann er kendur fyri at vera øgiliga arbeiðssamur og hevur nógva orku og ferð.
Soleiðis lýsir 07 Vestur nýggja spælaran hjá sær. Nigeranski meistarin hevur roynt seg á góðum stigi í Noreg, og er styrkur nummar tvey hjá felagnum útifrá í vetur.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 09. Jan 2024
23-ára gamli Filip Brattbakk er álopskendur spælari, ið hevur spælt nógv í næstbestu norsku deildini. Javngamli Kevin Egell-Johnsen er vongbakkur og kemur úr triðbestu deildini
Seinastu dagarnar hevur 07 Vestur kunngjørt fleiri nýggjar útlendskar spælarar. Fyrst var tað áleyparin Maxwell Effiom týskvøldið, og síðani eru tveir lagdir afturat.
Talan er um tveir 23-ára gamlar norðmenn, sum báðir hava spælt nakað í bestu norsku deildini.
Filip Brattbakk hevur tó spælt mest í næstbestu norsku deildini. Talan hevur verið um samanlagt 88 dystir fyri Ranheim og Raufoss, sum hann hevur spælt við síðst. Hann er sonur Harald Martin Bratbakk, sum er kendur frá FCK, Rosenborg, Celtic og norska landsliðnum og er partvíst uppvaksin í stórfelagnum Rosenborg.
Hann er áleypari ella høgri vongur, og verður lýstur sum øgiliga skjótur og øgiliga bólttryggur spælari.
Hin er ferðmikil og orkuríkur vongbakkur. Kevin Egell-Johnsen spældi í nøkur ár í Odds Ballklubb, og var í 2022 liðfelagi við Gilla Rólantsson Sørensen. Hann spældi 10 dystir í bestu norsku deildini, men slapp ikki heilt framat og hevur Kevin spælt 19 dystir í næstbestu norsku deildini og 88 dystir í triðbestu deildini.
Seinast var í Arendal við John Fredriksen, fyrrverandi 07 Vestur-áleypara, sum liðfelaga.
07 Vestur hevur nýggjan norskan venjara, og skal hava nakrar spælarar afturat í hópin.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 12. Jan 2024
Jens Martin Knudsen og HB hava gjørt sáttmála fyri 2024, sum ímillum annað inniber, at 56-ára gamli málmansvenjarin úr Saltangará skal taka sær av Teiti Gestssyni
HB setti í november roynda italumannin Adolfo Sormani sum nýggjan høvuðsvenjara. Í tí sambandi vórðu tveir landsmenn hjá honum knýttir at sum hjálparvenjari og fysiskur venjari hjá HB.
Málmansvenjarin manglaði, men hann er nú komin uppá pláss, og tað er eisini ein royndur harri.
- Venjarakabalin løgd! Málmanslegendan Jens Martin Knudsen verður málmansvenjari hjá Betri monnum. Harvið er venjaratoymið hjá monnunum fullsett til komandi kappingarár.
Soleiðis skrivaði HB á heimasíðu sínari. 56-ára gamli málmansvenjarin úr Saltangará er kendur sum landsliðsmálverji og hjá NSÍ og GÍ, umframt at hann stóð seg væl hjá Leiftri í Íslandi um aldarsskiftið.
Jens Martin hevur verið í venjaratoyminum hjá NSÍ í nøkrum umførum. Hann hevur eisini vant 1. deildarlið og ungdómslið og verið virkin hjá FSF (Mynd: Sverri Egholm)
Sum venjari hevur Jens Martin Knudsen millum annað verið hjálparvenjari á A-landsliðnum og í NSÍ, ungdómsvenjari í barndómsfelagnum, og í fjør stóð hann á odda í Hoyvík. Jens Martin hevur sjálvandi eisini tikist nógv við málmansvenjing, og nú skal landsliðslegendan millum annað arbeiða við Teiti Matras Gestsson.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 11. Jan 2024
Signe Pries Andersen fær bæði nýggjan hjálparvenjara og málverjavenjara nú nýggj EM-undankapping stendur fyri durum
Tummas Erling Djurhuus verður nýggjur hjálparvenjari hjá kvinnulandsliðnum, sum eisini hevur fingið nýggjan málmansvenjara.
Broytingar eru framdar í venjaratoyminum hjá A-landsliðnum við kvinnum. Tummas Erling Djurhuus avloysir Svenn Olsen sum hjálparvenjari, og nýggjur málmansvenjari verður Hans Jørgensen, sum avloysir Rúna Klein Joensen. Høvuðsvenjari hjá kvinnulandsliðnum er, enn sum áður, Signe Pries Andersen.
Tummas Erling hevur arbeitt sum venjari síðani 2008, og farnu árini hevur hann millum annað staðið á odda fyri liðum í fremstu deildunum hjá bæði kvinnum og monnum. Seinast vóru boð eftir honum, tá barndómsfelagið TB tíðliga í fjør stóð uttan venjara fyri besta mansliðið. Tummas Erling hevði høvuðsábyrgdina fyri TB í 22 dystum í Betri deildini í fjør.
– Vónandi kann eg verða ein góð hjálp hjá høvuðsvenjaranum, og vera partur av arbeiðinum, at menna kvinnulandsliðið og føroyskan kvinnufótbólt sum heild. So hetta verður ein spennandi uppgávu, sum eg eri spentur at fara undir, sigur Tummas Erling Djurhuus við heimasíðuna hjá FSF.
Tíðliga í apríl mánaða eru fyrstu dystirnir hjá kvinnulandsliðnum á skránni, tá ein nýggj EM-undankapping fer av bakkastokki. Hvørjum londum Føroyar skulu spæla ímóti, verður avgjørt við lutakasti, sum verður í Sveis týsdagin 5. mars.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 08. Jan 2024
Lasse Deichmann Egelund hevur arbeitt í fleiri ymiskum donskum feløgum seinastu árini. Hann skal millum annað taka sær av barnamenningini
B36 hevur sett Lasse Deichmann Egelund sum nýggjan høvuðsungdómsvenjara í felagnum.
- Lasse er 23 ára gamal og kemur úr Danmark. Hóast ungan aldur hevur Lasse nógvar royndir úr feløgum sum Greve Fodbold, Hvidovre IF, FC Nordsjælland, AGF og Hillerød Fodbold har hann hevur verið hjálpar - og høvuðsvenjari, har hann eisini hevur havt ábyrgd av menningini av barnafótbóltinum.
Danin við unga aldrinum og nógvu royndunum avloysir Michael Haase, sum hevur staðið fyri ungdómsarbeiðnum seinastu árini, men sum er farin til Danmarkar aftur at royna seg.
B36 skrivar, at Lasse Egelund hevur UEFA B-Youth prógv. Hann skal eisini vera tað, ið nevnist barnamenningarvenjari í felagnum - eins og hann var í Hillerød í fjør. Lukas Enevoldsen, sum eisini verður hjálparvenjari á besta liðnum, skal vera transitión venjari. Tað er at hjálpa við at syrgja fyri smidligari tilgongd frá at vera ungdómsspælari til vaksnamannaspælari.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 10. Jan 2024
Týski "keisarin" gjørdist 78 ár. Hann var ein av størstu fótbóltsspælarunum í sínari tíð og vann millum annað HM sum bæði spælari og venjari
Fótbóltsheimurin hevur síðani sunnudagin syrgt ein av teimum stóru gjøgnum søguna. Franz Anton Beckenbauer er á teimum flestu almennu alheimsliðum, sum er sett og hevur hann havt risa týdning fyri týskan fótbólt og fótbólt sum heild.
Beckenbauer vann eina rúgvu av steypum við sínum stóra lokala felagi: FC Bayern München. Umframt Bundesliguna og steypakappingina fýra ferðir hvør, lyfti verjuspælarin størsta evropeiska steypið - tað sum tá svaraði til Champions League - tríggjar ferðir á rað (1974-1976)
Hann gjørdist heimsmeistari á heimavølli í 1974 sum liðformaður hjá Vesturtýskandi. Tvey ár frammaundan vann liðið EM. Í 1972 fekk Franz Beckenbaur størsta persónliga heiðurin: Balon d'Or. Hann vann aftur hendan heiðurin í 1976.
Ein stór orsøk til stóru viðurkenningina var, at Beckenbauer - umframt at vera ein framúrskarandi leikari - var slóðbrótandi í sínum spæli. Hann tók ofta bóltin við sær úr miðverjuni, og var skapandi spælari fyri Bayern og Vesturtýskland. Sum yngri var hann nógv meira álopskendur, og tá so Beckenbauer gjørdist verjuspælari tók hann álopskendu brigdini við sær. Ein nýggjur leiklutur varð skaptur í fótbóltsspælinum í seinna helmingini av 1960: Ein libero.
Franz Beckenbauer í HM-finaluni á heimavølli har hann og liðfelagarnir fingu tamarhald á Johan Cruyff og niðurlendska totalfótbóltinum (Mynd: EPA)
Eftir glæsiliga tíð í Bayern vendi Franz Beckenbauer nøsina móti USA síðst í 1970'unum. Hann kom líka aftur til Týsklands í 1981, og vann Bundesliguna við Hamburger SV, áðrenn spælaraleiðin endaði í New York Cosmos.
Týskarin var ein leiðaratypa, og fekk eyðkenda heitið "Der Keiser". Hann gjørdist eisini venjari, og Beckenbauer leiddi í 1986 Vesturtýskland í HM-finaluna. Har vunnu Maradona og teir, men fýra ár seinni var liðið hjá Beckenbauer omaná í finaluni í Rom. Harvið hevur hann heimsmiestaraheitið sum spælari og venjari - eins og brasilumaðurin Mario Zagallo, ið eisini andaðist fyrsta vikuskifti í januar.
Beckenbauer vann seinni Ligue 1 við Marseille, og Bundesliguna og UEFA Cup tá hann vendi aftur og endaði sum venjari í Bayern. Hann var leingi ein av teimum ovastu í nevndini í Bayern München, og hevði eisini leiklutir í týska fótbóltssambandinum. Franz Beckenbauer var ein av høvuðsfyriskiparunum til HM-endaspælið, sum var í Týsklandi í 2006.
Seinastu árini fekk "keisarin" nakað av ákærum fyri lógarbrot, men varð ongantíð dømdur fyri nakað. Beckenbauer hevði nógvar heilsutrupulleikar: Eygnasjúku, Parkinson við demens og hann varð skurðviðgjørdur í hjartanum. Av hesum orsøkum var ein av teimum allarstørstu týskarum í fótbóltsheiminum lítið at síggja millum fólk seinastu árini.
Hann andaðist av nátúrligum orsøkum sunnudagin 7. januar í Salzburg í Eysturríki. Franz Beckenbauer gjørdist 78-ára gamal.
Týskarar minnast og takkað einum av teimum heilt stóru (Mynd: EPA)
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 09. Jan 2024
Bónus kappingin: Dráttur - Fleyr 3-0 (25-18, 25-16, 25-22)
Bónus kappingin fyri kvinnur varð leygardagin servað í gongd í høllini á Giljanesi, har tvey tey bestu liðini higartil í landskappingini - Dráttur og Fleyr - hittust. Talan var um dyst í bólki 2 í steypakappingini.
Hóast talan var um tvey tey sterkastu liðini higartil í ár, gjørdist dysturin ongantíð veruliga spennandi - kanska burtursæð frá miðskeiðis í triðja setti. Styrkin hjá Drátti var ov eyðsýnd, samstundis sum Fleyr ikki veruliga megnaði at fáa sterkastu leikararnar í gongd.
Báðu megin netið vóru ein røð av landsliðleikarum, men Dráttur megnaði betur at brúka sínar styrkir. Her var tað serliga, og sum vanligt, Terezea Kerpcarova sum gekk á odda og vann flestar bóltar fyri Drátt. Umframt hetta leiktu Henrikka Jacobsen og Sissal Ellefsdóttir góðar dystir.
Fleyr var merkt av, at Anja Danielsen nýliga er komin aftur frá skaða, og tí ikki var á sama stigi sum undan skaðanum. Hinvegin hevur liðið í seinastuni verið styrkt av, at Hanna Andriasdóttir Olsen er komin afturíaftur, og er hon við síni slagstyrki ein munandi styrki fyri liðið.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 06. Jan 2024
Tað endaði 2-2 í fyrra sínamillum dystinum millum suverenu oddaliðini í landskappingini í talvi - Havnar Telvingarfelag og Sandavágs Talvfelag
Tað endaði 2-2 í fyrra sínamillum dystinum millum suverenu oddaliðini í landskappingini í talvi - Havnar Telvingarfelag og Sandavágs Talvfelag.
Allir dystirnir í øllum deildum í fimta umfari vórðu telvaðir í stórum felagsumfari í Vestmanna síðsta leygardag.
Komið er nú hálva leið í landskappingini í talvi.
Havnarmenn vóru eitt stig fremri fyri innanhýsis dystin, og tann støðan broyttist ikki, tí dysturin endaði javnur.
Tað endaði javnt á fremsta og aftasta borði, og á miðborðunum fingu liðini hvør sín sigur. Eitt sindur óvæntað vann Havnin á øðrum borði og Sandavágur á triðja borði - hitt øvugta var kanska heldur væntandi.
Høgni Egilstoft grundaði djúpt og leingi um heldur spentu og kompleksu støðuna, sum kom upp á borðinum, og endin var, at tíðin gekk undan hjá honum í ógreiðari støðu. Carl Eli Nolsøe Samuelsen fekk her søta hevnd fyri snópisliga tapið fyri Høgna í FM-einstaklingakappingini á páskum í fjør, tá ið hann tapti í sera góðari støðu.
Silas Eyðsteinsson kláraði at fáa vinnandi fyrimun í at síggja til javnari endastøðu. Ein kærkomin uppreisn hjá Silasi, sum mest hevur telvað á B-liði felagsins í vetur.
Rógvi Egilstoft fekk - sum so ofta fyrr - remis móti stórmeistaranum Helga Dam Ziska. Helgi og Rógvi telvaðu eitt fínt talv. Helgi offraði býtismun í miðtalvinum, leingi var líkt til, at tað fór at geva honum avgerandi fyrimun, men eftir drúgt og spennandi talv, endaði stríðið við javnleiki.
Sama var á fjórða borði. Sjúrður Thorsteinsson og Jón í Horni Nielsen telvaðu eisini báðir væl, men har stóð fast allan vegin, tó at nógvar snildir vórðu royndar at skaka javnvágina.
5. umfar, 5. januar 2024
Havnin - Sandavágur 2 - 2
Helgi Dam Ziska - Rógvi Egilstoft ½ - ½
Carl Eli N. Samuelsen - Høgni Egilstoft Nielsen 1 - 0
Luitjen Akselsson Apol - Silas Eyðsteinsson 0 - 1
Sjúrður Thorsteinsson - Jón í Horni Nielsen ½ - ½
Hinir dystirnir
Havnin 2 - Klaksvík 1½ - 3½
Klaksvík 2 - Sandavágur 2 2 - 2
Støðan í 1. deild (eftir 5 umfør):
1. Havnin 16½ stig
2. Sandavágur 15½
3. Klaksvík 11
4. Sandavágur B 8
5. Havnin B 5
6. Klaksvík B 4
Telvað verður aftur í landskappingini komandi vikuskiftið. Tá koma dystirnir í sætta umfari fyri.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 07. Jan 2024
Tað kom sera óvart, at fáa deyðsboðini av Inga Ellingsgaard
Tá vit, fyri skjótt 40 árum síðani, valdu at byggja og festa búgv á Norðasta Horni, legði eg skjótt merki til Inga, tí hann vildi gjarna seta sín fingur á trivnaðin og annað.
Tað serliga við Inga var, at hann stóð altíð klárur at taka við ábyrgd, so tá vit skuldu velja fólk í eigarafelagið, var tað mestsum ein sjálvfylgja, at vit vildu hava Inga at taka við.
Hann vildi hava gott skil á tí fíggjarliga, so tá hann settist við kassan, vóru vit heilt greið yvir, at her var maður, sum ikki bara vildi hava gott skil á, men Ingi hevði eisini evnini at siga frá og at hava greiðar meiningar.
Ingi fekk eisini tittulin kassameistarin, nú boðini bórust um, at hann var farin.
Eg føldi tað sera trygt og gott, at hava slík fólk í byrjanini, tí tað koma ymsar avbjóðingar fyrstu tíðina, sum kravdu ikki so lítið av eigarafelagnum og teimum valdu.
Sum presturin eisini nevndi í kirkjuni, lá tað sera væl fyri hjá Inga, við tí hann setti sær fyri, men Ingi hevði eisini góða vitan og góð evnir!
Sum árini gingu, kundu vit eisini gleðast um henda smílandi og hjálpsama mannin, sum ofta var at síggja við plenuklipparanum og saksinum, á felagsøkinum.
Kom onkuntíð í prát við Inga, sum eisini vísti sín stóra áhuga, tá dóttirin og familjan eisini bygdu sær hús í Faksagøtu, har Ingi eisini búði.
Tað var, sum Ingi føldi Norðasta Horn at vera sín plett her á foldum, ið hann so fegin vildi hava okkum at trívast á.
Vit fara at sakna henda fitta og hjálpsama grannan, sum nú hevur sett plenuklipparan og annað frá sær – fyri seinastu ferð.
Takk fyri ALT, góði Ingi – takk fyri, at tú var júst tann tú var!
Ynski Guds frið og styrki til tín, Jonnu og tykkum, tí eg ivist ikki í, at tit sita eftir við stórum sakni, nú tit hava mist tykkara kæra Inga Ellingsgaard.
Hvíl í friði.
Granni tín,
Fríðálvur A. Jensen
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 07. Jan 2024