Lat aftur Yvirlit list articles in edition

Leygardagur 20. Jan 2024 | Nr. 3 | Árgangur 5 | Kr. 0,00

Søguligur sigur í Berlin – javnleikur móti norðmonnum

SíÐa 33

1 Leygardagur 20. Jan 2024

Góðan lesihug og gott Vikuskifti

Nýggj útgáva hvønn leygarmorgun kl. 7

Oddagrein

- Her er svangligt – drep kúnna

Tað vóru ófrættakend tíðindi úr Keypmannahavn í hesi vikuni, nú javnaðarløgmaður við gleði í røddini boðar frá, at avtala er gjørd við donsku stjórnina um at yvirtaka Íleggingargrunnin.

Vit, sum í fyrstu atløgu hildu, at hetta var flugubein í enn eitt yvirøkumál, sum í praksis ongan týdning hevur, tí grunnurin hevur verið stýrdur úr Føroyum av føroyingum tey seinastu nógvu árini, sótu eitt sindur kløkkk, eftir at løgmaður var liðugur við sína fráboðan.

Tí tað var als ikki hetta, ið løgmaður fegnaðist um.

Nei, hann fegnaðist um, at nú fingu vit høvi til at tøma grunnin – hesa donsku gávuna – so at farast kann undir alneyðugar íløgur í undirstøðukervið: Útbygging av flogvøllinum og restina í Suðuroyartunnil.

Hetta plagdi ikki at vera javnaðarpolitikkur, og heldur ikki tjóðveldispolitikkur. Hetta eru flokkarnir, sum hava stríðst fyri einum búskapargrunni, einum grunni eftir norskum leisti (oljugrunnurin) at seta óvanligar inntøkur á, til tess at hava nakað at standa ímóti við í verri tíðum.

Og nú hendir júst tað øvugta. Nú skal hesin grunnurin tømast. Og tíðirnar eru als ikki ringar, hóast høga rentu og príshækkingar.

Tað er ein søgulig sannroynd, at tá kúgvin verður dripin, so er neyðin og deyðin í durunum. Tí hvat skal so etast, tá onki kjøt er eftir?

Tí er hetta ræðandi. Ein grunnur, sum er ein lítil, stillfør sólskinssøga. Ein grunnur, sum gjøgnum uppgangstíðirnar og moderniseringina af føroyska samfelagnum hesi seinastu seksti árini, hevur veitt fígging til neyðugar útbyggingar í infrakervinum. Grunnurin hevur verið við til at tryggja okkum vatnorkuútbyggingar, brýr, undirsjóvartunnlar og flogfør til tjóðarflogfelagið.

Nú skal alt brennast av, og framtíðar íløgur av líknandi slag fáa ikki henda fíggingarmøguleikan.

Tað er ikki serliga snilt, og ljóðar púra øvugt av tí, sum Javnaðarflokkurin og Tjóðveldi annars hava staðið fyri. Flokkarnir eru longu í longd við at selja burtur av arvasilvurinum – partabrøvini í Smyril Line og BankNordik – fyri at koyra vinningin í stórapott. Slíkt plagdi at vera stokkkonservativur, borgarligur politikkur.

Gudarnir skulu vita, at ein útbygging av terminalinum á flogvøllinum er tiltrongdur, ja. Men at “drepa kúnna” skuldi ikki verið neyðugt fyri at fingið tað arbeiðið gjørt. Vit hava grunnin sum lánveitara, og onki skuldi verið í vegin fyri, at grunnurin kundi fíggjað útbyggingina sum eitt lán, og harvið framvegis kann vera ein stuðul undir føroyska infrakervinum í nógv ár frameftir.

Suðuroyartunnilin er eisini tiltrongdur. Men um prísurin er, at grunnar og almennar pengakontur skulu tømast og landskassans ognir seljast til hægstbjóðandi til tess at hava fíggingina, so er stundin ikki tann rætta til at fara undir hesa ovurstóru íløgu.

Var fíggjarligt haldføri ikki eitt av loysnarorðunum hjá hesi samgonguni? 

SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

  • Blaðið

    Stovnað 2020

    Útgevari: Knassar

    Upplag: 6330

    Lisnar síður: 15416

    Dagført 10. hvørt sekund
  • Samband

    tel. 20 80 80

    [email protected]



    Ingi Samuelsen

    Redaktørur

    [email protected]

    tel. 22 22 73


  • Borgar Kristiansen

    Lýsingarráðgevi

    [email protected]

    tel. 23 66 01

2 Leygardagur 20. Jan 2024

Fríðrikur 10. er nú kongur

Margreta drotning hevur formliga lagt frá sær, og danska ríkið hevur aftur fingið ein kong

(Mynd: EPA)
SkrivaÐ:

Alda Nielsdóttir

Á fundi í statsráðnum sunnudagin, legði Margreta drotning formliga frá sær.

Danska kongaríkið hevur sostatt aftur fingið ein kong, Fríðrik X, og eina nýggja drotning, Mary drotning. Sonur teirra, Christian er nú krúnprinsur.

Henda dagin, 14. januar, vóru júst 52 ár síðan, Margreta drotning, ið varðveitir drotningaheitið, yvirtók trónuna, eftir at pápi hennara, Fríðrikur IX doyði. Margreta drotning hevur sitið longri enn nakar annar danskur kongur ella drotning.

Hetta er fyrstu ferð í yvir 800 ár, at ein danskur kongur ella drotning hevur valt at lata trónuna víðari. Seinast hetta hendi var í 1146, tá Erik Lam legði frá sær.

Fleiri myndir: Danmark fingið nýggjan kong

[object Object]
Margretha hevur latið soni sínum kongsvaldi, og fer úr statsráðnum (Mynd: EPA)

[object Object]
Nú eru tey kongshjún (Mynd: EPA)


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 14. Jan 2024

3 Leygardagur 20. Jan 2024

Styrkin í trúnni liggur ikki í nevna Guð

Friðrik kongur svarar kritikki frá kristnum um, at Guð ikki varð nevndur í leiðarorðum sínum

(Mynd: EPA)
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

Mikudagin kom ein óvæntað bók á danska bókamarknaðin. Bókin “Kongeord” hjá nýkosna Fríðrikki X kongi, sum er skrivað saman við Jens Andersen, og hevur ligið klár til hann gjørdist kongur.

Her greiðir kongur millum annað frá leiðarorðunum, sum hann hevur valt fyri sína tíð á trónuni: “Forbundne, forpligtet, for Kongeriget Danmark”, ið kann týðast til føroyskt sum “Sambundin, pliktað, fyri kongsríkið Danmark”.

Eftir at kongur kunngjørdi orðini sunnudagin hava kritiskar røddir verið frammi, tí kongur ikki nevnir Guð í sínum leiðarorðum. Eitt nú skrivaði Kristeligt Dagblad í oddagrein, at tað er ørkymlandi (‘urovækkende’ varð brúkt, -red.) at hann ikki nevnir Guð, sum annars hevur verið vanligt.

“Guð er tekin um samanhangin í danskari mentan. Við at bróta við hesa siðmentan verður víst á ein veg uttan Guð. Um ein vil tað ella ei”, skrivaði Anders Ellebæk-Madsen, redaktørur, í oddagreinini.

Mikudagin var so eitt uppslag at síggja á Instagram-vanganum hjá danska kongshúsinum, í sambandi við bókaútgávuna, sum svarar hesum kritikki aftur.

“Styrkin í trúnni liggur ikki í, um Guð er nevndur í einum kongsorðum, men at vit sum menniskju, sum fólk, kenna okkum knýtt at hvørøðrum gjøgnum okkara kristnu trúgv”, stendur at lesa.

[object Object]Bókin "Kongeord" kom í bókahandlarnar í morgun (Mynd: EPA)

Í bókini greiðir kongur frá, at hóast Guð ikki er nevndur í leiðarorðunum, knýtur serliga orðið “forbundne” seg til Guð:

“Summi vilja kanska undrast yvir, at eg ikki nevni Guð beinleiðis í mínum kongaorðum, men fyri meg er Guð partur av ímyndini um at vera ‘sambundin’ (‘forbundne’, -red.)"

“’Forbundne’ knýtir ein og hvønn av okkum til nakað størri enn vit sjálvi, og hetta størri skal síggjast í mun til onnur menniskju, til Guð og okkara felags søgu”.

Í bókini sigur Fríðrik X eisini, at trúgvin fyllir “nógv meira” í lívi hansara nú enn tað hevur gjørt. Honum dámar at koma í kirkjuna, og hann og Mary drotning hava altíð biðið kvøldarbøn saman við børnum sínum, stendur í bókini:

“Fyri konu mína og meg – og fyri nógv onnur donsk foreldur, rokni eg við – er kvøldarbønin eitt lítið, men livandi boð um okkara trúgv, sum vit ikki kunnu vera fyri uttan”.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 17. Jan 2024

4 Leygardagur 20. Jan 2024

Íleggingargrunnurin á føroyskar hendur

– Eg fegnist um, at danska stjórnin nú gongur føroyska ynskinum á møti, sigur løgmaður

 
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Aksel V. Johannesen, løgmaður, og Mette Frederiksen, forsætisráðharri, hava í Keypmannahavn í dag skrivað undir semjuskjal um, at Íleggingargrunnurin kemur á føroyskar hendur 1. januar 2025.

Løgmaður fegnast um semjuna og sigur:

– Íleggingargrunnurin hevur verið umsitin av føroyskum myndugleikum síðani 1976, men formliga hevur grunnurin ikki verið føroyskur. Longu nakrar vikur eftir, at eg gjørdist løgmaður, tók eg hetta upp við danska forsætisráðharran, og eg havi tikið hetta upp í fleiri umførum síðani. Eg fegnist um, at danska stjórnin nú gongur føroyska ynskinum á møti.

Nú Íleggingargrunnurin verður fluttur á føroyskar hendur, eru smáar 700 milliónir krónur í grunninum, og nú fáa Føroyar fult ræði á hesum kapitali. Tað merkir, at Løgtingið nú kann raðfesta, hvat fæið í grunninum kann brúkast til.

Løgmaður ætlar, at helvtin av fænum skal brúkast til nýggja farstøð í Vága Floghavn, og hin helvtin skal setast av til møguligan Suðuroyartunnil. Løgmaður ætlar, at fíggingin úr grunnurin skal veitast yvir eitt áramál. Ætlanirnar hjá løgmanni krevja sjálvandi, at undirtøka er fyri hesum í Løgtinginum.

Stutt um Íleggingargrunnin

Endamálið við Íleggingargrunninum er at veita fígging til íløgur, serliga í sambandi við undirstøðukervið. Í gjøgnum árini hevur grunnurin millum annað fíggjað útbyggingar hjá SEV, brúnna um Streymin og ymsar tunnilsverkætlanir umframt nýggj flogfør hjá Atlantic Airways.

Íleggingargrunnurin varð stovnsettur eftir samráðingar millum føroyskar og danskar myndugleikar í 1964 sambært fólkatingslóg.

Upprunaliga fæið í grunninum var 60 milliónir krónur. Ognirnar eru í dag smáar 700 milliónir krónur.

Landsstýrið hevur gjøgnum árini valt nevndina fyri grunnin. Í verandi nevnd sita Palli Ziskason, sum er formaður, Anfinn Kallsberg, Guðrið Højgaard, Oyvind Brimnes og Brynhild Høgnadóttir.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 17. Jan 2024

5

Størv

Kostframleiðsluleiðari til Umlættingar- og rehabiliteringsdepilin Urd

Meira Umsóknarfreist: 14. november 2024

Vit søkja eftir námsfrøðingum og hjálparfólkum til Sóljuhjarta

Meira Umsóknarfreist: 29. november 2024

Stjóri til nýtt altjóða sølufelag

Meira Umsóknarfreist: 16. desember 2024

Farmakonomur til okkara KT-deild

Meira Umsóknarfreist: 29. november 2024

Administrativ medarbetare till Nordisk Kulturfonds sekretariat i Köpenhamn

Meira Umsóknarfreist: 08. desember 2024

Leiðari til Keyp Landsins

Meira Umsóknarfreist: 22. november 2024

Kt-umsitari til KT Landsins

Meira Umsóknarfreist: 22. november 2024

Kontrollari til landsroknskapin

Meira Umsóknarfreist: 22. november 2024

Leiðandi farmakonomur til nýggja apotekið í Vágum

Meira Umsóknarfreist: 22. november 2024

Roknskaparfólk til fíggjardeildina

Meira Umsóknarfreist: 24. november 2024

Nordiska ministerrådet söker en proaktiv IT-supporter som även är teknisk systemansvarig

Meira Umsóknarfreist: 02. desember 2024

Móttøkufólk / lærlingur til Reyni Service

Meira Umsóknarfreist: 29. november 2024
6 Leygardagur 20. Jan 2024

Helvtin av fænum í Íleggingargrunninum fer til flogvøllin

Íløgan á góðar 350 milliónir krónir skal vera við til at gera Vága Floghavn føra fyri at taka ímóti einari millión ferðandi um árið

- Útbyggingin er alneyðug fyri at framtíðartryggja føroyska ferðasambandið við útheimin, tí flogvøllurin er longu ov lítil sum er
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Tilsamans hevur Vága Floghavn tørv á at byggja flogvøllin út fyri góðar 1,3 milliardir krónur komandi árini. Hesar stóru íløgur skulu gera flogvøllin føran fyri at taka ímóti einari millión ferðandi um árið.

Longu í 2019 var fløskuhálsur á flogvøllinum, tá ferðafólkatalið fór upp um markið á 400.000 ferðandi, bert fimm ár eftir at farstøðin varð bygd. Mett verður, at ferðafólkatalið verur omanfyri 800.000 longu um 10 ár.

[object Object]

- Útbyggingin er alneyðug fyri at framtíðartryggja føroyska ferðasambandið við útheimin, tí flogvøllurin er longu ov lítil sum er. Ferðafólk leggja nógv eftir seg, og føroyingar hava eisini tørv á at ferðast í frítíðar- og arbeiðsørindum. Vit síggja hetta sum eina íløgu í okkara samferðslukervi, um vit við hesum íkasti til fíggingina megna at halda ferðaseðlaprísirnar á einum rímiligum stigi

Hetta sigur Bjarni Kárason Petersen, landsstýrismaður við lógarmálum, ið varðar av Vága Floghavn. Hann fegnast um, at helvtin av fænum í Íleggingargrunninum - góðar 350 milliónir krónur - kunnu brúkast til at byggja flogvøllin í Vágum út.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 18. Jan 2024

7
Leygardagur 20. Jan 2024

FarCargo hevur tikið ímóti fyrsta flogfarinum

Kom til Keypmannahavnar í vikuni. Fyrstu tíðina kemur flogfarið at flúgva í Evropa, fyri at flogmanning og teknikarar kunnu venja seg við flogfarið

 
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Beint undan árskiftinum yvirtók flogfelagið FarCargo hjá Bakkafrost flogfarið, sum felagið hevur keypt úr USA - og mikudagin kom flogfarið so til Keypmannahavn, har flogfarið skal skrásetast á svensku flogskránna.

Farmaflogfarið er eitt Boeing 757-200 frá 2001, sum hevur flogið fyri American Airlines øll árini. Flogfarið er seinasta árið umbygt og klassað til farmaflogfar, og tekur 34 tons av farmi ella í alt 230 rúmmetrar. Motorarnir eru av merkinum Rolls Royce.

Flogfarið er vælútgjørt, og hevur m.a. orkusparandi veingjaspíssar, nýmótans navtiska RNP 0.13 tøkni, sum væntandi eftir nakrar mánaðir kann nýtast til innflúgving í Vágum. Flogfarið hevur harumframt møguleika at køla farmin undir flutningi. 

Flogfarið verður nú umskrásett

Flogfarið verður nú umskrásett til svensku flogskránna, undir EASA, og fer síðani í vinnu.

FarCargo hevur samstarvsavtalu við svenska felagið West Atlantic Sweden AB, sum kemur at hava flogloyvið um hendi. FarCargo kemur eftir ætlan seinni at fáa sítt egna flogloyvi.

Fyrst í vinnu í Evropa

Fyrstu tíðina kemur flogfarið at flúgva í Evropa, fyri at flogmanning og teknikarar kunnu venja seg við flogfarið, umframt at øll neyðug loyvir hjá flogmanning koma upp á pláss.

Flúgvingin við laksi úr Vágum til USA byrjar so skjótt neyðugu loyvini eru komin upp á pláss. Flogið verður úr Vágum, umvegis Keflavík til Newark í New Jersey, og síðani aftur til Føroya, umvegis Billund. Byrjað verður við fáum vikuligum fráferðum, men ætlanin er at økja til fleiri vikuligar fráferðir. 

[object Object]

Bjóða flogfarm úr USA og úr Billund

FarCargo kemur at bjóða flogflutningstænastu til føroyskar kundar. Hetta verður gjørt í tøttum samstarvi við verandi tænastuveitarar á føroyska marknaðinum, sum taka sær av sølu til einstaku kundarnar. FarCargo hevur gjørt samstarvsavtalu við fyritøkuna Nordic GSA, um sølu av flutningskapasiteti bæði úr Newark til Billund og víðari til Vágar. Kundar í Føroyum kunnu sostatt keypa flutning við Eysturoy umvegis føroysku flutningsfeløgini. 

Felagið væntar, at hendan flogrutan fer at lata upp nýggjar møguleikar fyri føroysku vinnuna, bæði hvat í feskum farmi og skundfarmi viðvíkur. Møguleikarnir við vørum úr USA og úr Europeiska meginlandinum verða betraðir munandi.

Umhvørvisvinarligt brennievni

FarCargo kemur frá byrjan at hava ein minni part av brennievninum sum sokallað SAF brennievni (Sustainable Aviation Fuel). Hetta merkir, at FarCargo fer at binda seg til at verða partur av menningini, sum í løtuni er í gongd innan SAF við at gera brennievni til flogfør meira grønt og harvið meira umhvørvisvinarligt.

Málið hjá FarCargo er at grøna brennievnið so líðandi skal økjast komandi árini, tá tøknin og marknaður loyva hesum.

Flogmanning er klár

FarCargo hevur í dag eina flogmanning á átta fólk. Øll flogmanningin er umskúlað til 757 flogtypuna og er klár at byrja flúgvingina. Í næstum verða harumframt fleiri stýrimenn og flogteknikarir settir í starv.

Fyri Bakkafrost er endamálið við verkætlanini at betra møguleikan at veita feskan, heilsugóðan laks, av bestu dygd, til fjarmarknaðir, sum til dømis USA - har matspilla er ein stórur trupulleiki vegna ov stutta restlivitíð á feskum fiskavørum. Samstundis verður nøgdin av ísið sum verður fluttur við fiskinum avmarkaður. Føroyar liggja fjarskotnar í Norðuratlantshavi og tí hevur marknaðaratgongd og logistikkur til kundan alstóran týdning fyri okkara kappingarføri og møguleika at veita ein burðardyggan valmøguleika av bestu  dygd til kundan.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 17. Jan 2024

8 Leygardagur 20. Jan 2024

Stjórin fer frá og FK í Saltangará letur aftur

Stórar broytingar í FK. Nýggi fyribilsstjórin er dani frá COOP

 
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Føroya Keypsamtøka ger bygnaðarbroytingar. Tað hevur við sær, at Súsanna Poulsen fer frá sum stjóri og at FK-handilin í Saltangará letur aftur.

Seinastu árini hevur verið trupult at fáa rakstur í FK í Saltangará vegna ónøktandi hølis- og atkomuviðurskifti. Í løtuni eru tíverri ikki útlit til at vend kemur í raksturin. Tískil er avgerð tikin um at steingja handilin, sigur Jákup Mørkøre, formaður í Føroya Keypssamtøku (FK).

- Avgerðin at steingja handilin í Saltangará hevur ikki verið løtt, men hon er neyðug. Ótíðarhóskandi hølisviðurskifti og parkeringsumstøður hava seinastu mongu árini elvt til, at trupult hevur verið at fáa rakstur í handilin, hóast leiðari og starvsfólk hava gjørt alt, tey kunna. Sum støðan var vorðin, hevði tað verið ábyrgdarleyst at rikið handilin víðari, sigur Jákup Mørkøre.

Øll 17 starvsfólkini í FK Saltangará, harav eitt fulltíðarstarv, hava fingið handað uppsagnarskriv. Í sambandi við uppsagnirnar hevur FK ráðført seg við avvarandi fakfeløg, ALS og Vinnuhúsið.

Samstundis hevur FK gjørt avtalu um tættari samstarv við COOP Danmark til tess at tryggja betri rakstur, øktar førleikar og hjálp í sambandi við nýskipan av bygnaðinum og dagføringar av Føroya Keypssamtøku og deildunum hjá FK.

- Vit eru farin í gongd við eina tilgongd saman við COOP Danmark, sum hevur til endamáls at skipa bygnaðin fyri Føroya Keypssamtøku og tær seks eftirverandi deildirnar av nýggjum. Vit hava tørv á einum sterkum samstarvsfelaga, sum kann økja um leiðslu- og rakstrarførleikarnar, soleiðis at raktsurin av FK kann bøtast og samtakið endurnýggjast. Tískil hava vit gjørt eitt tættari samstarv við COOP Danmark í eitt tíðarskeið frameftir, sigur Jákup.

Avtala er gjørd við Súsannu Poulsen, at hon fer frá sum stjóri. Nýggjur stjóri er Kristian Wolsing frá Coop Danmark, sum verður fyribilssettur stjóri. Kristian Wolsing hevur seinasta hálvtannað árið arbeitt sum rakstrarráðgevi hjá FK. Súsanna Poulsen heldur fram sum serligur ráðgevi hjá FK, og skal verða við til at tryggja eitt lagaligt skifti frá verandi støðu til ein nýggjan komandi bygnað fyri Føroya Keypssamtøku.

Súsanna Poulsen hevur verið stjóri í FK síðan 2022, og heldur fram sum ráðgevi næstu mánaðirnar.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 16. Jan 2024

9 Leygardagur 20. Jan 2024

Nú eru Føroya Tele og Nema á sama farneti

Enn er ikki ásett nær tendrað verður fyri 5G, tí bíðað verður eftir góðkenning frá einum veitara

(Savnsmynd: Føroya Tele)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Verkætlanin hjá Føroya Tele at skifta alt farnetið frá Huawei til Ericsson er komin á mál, og Nema er nú knýtt í sendistøðirnar. 

Kundar hjá Føroya Tele og Nema fáa nú samband á einum og sama RAN-neti. Tað hendir, eftir at veitararnir eru komnir á mál at knýta kjarnutøknina hjá Nema í sendistøðirnar hjá Føroya Tele. Í fyrstu atløgu hava kundar hjá báðum veitarunum atgongd til 4G, 3G og 2G, men ikki 5G.  

Nú Nema er komið á RAN-netið hjá Føroya Tele, skulu fartelefonveitarar góðkenna netið til 5G-nýtslu. Flestu góðkenningarnar eru longu komnar upp á pláss, og Nema manglar bert góðkenning frá einum veitara, verður sagt í tíðindaskrivi.

Tað er óvist, nær henda góðkenning er klár. Tí er ikki ásett enn, nær tendrað verður fyri 5G. 5G er tó klárt at tendra, men sambært samstarvsavtaluni millum Føroya Tele og Nema, sum Kappingareftirlitið hevur góðkent, tendra veitararnir 5G samstundis. 

Avtalan millum Føroya Tele og Nema fevnir um eins atgongd til sendistøðirnar, sum kallast RAN-netið. Føroya Tele eigur og rekur RAN-netið, sum veitir dekning á landi og sjógvi.  

Sostatt fáa kundar hjá báðum veitarunum atgongd til sama dekning, somu ferð og sama kapasitet. Samstarvið fevnir ikki um kjarnutøknina, sum stýrir hentleikum, produktum og tænastum, ið veitararnir bjóða.  

Hetta tryggjar framhaldandi kapping á marknaðinum, og brúkarin kann framvegis velja veitaran, sum gevur honum bestu haldini, bestu produktini og bestu tænasturnar. 

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 18. Jan 2024

10 Leygardagur 20. Jan 2024

Tvey fólk handtikin fyri at smugla 24 kilo av hassji til Føroya

Í sambandi við at tollararnir hjá TAKS mánadagin kannaðu ein bil, sum skuldi í land av Norrønu, funnu teir 24 kilo av hassji

(Savnsmynd)
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Føroya Politi handtók í hesum sambandi eina kvinnu og ein mann og skuldsetti tey fyri brot á grein 191 í revsilógini, sum snýr seg um smugling av narkotika.

Ákæruvaldið framstillaði fólkini í grundlógaravhoyring í Føroya Rætti týsmorgunin. Fólkini, sum eru donsk, vóru varðhaldsfongslað í fýra vikur.

Talan er um eina ógvuliga stóra einstaka nøgd av hashi við einum søluvirði á upp til 7 milliónir krónur. Politiið fer komandi tíðina m.a. at kanna, hvør skuldi taka ímóti hassjinum í Føroyum.

Brot á grein 191 í revsilógini kann hava við sær fongsul í upp til 10 ár.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 16. Jan 2024

11 Leygardagur 20. Jan 2024

ES: Føroyar trygt triðjaland í dátuverndarhøpi

Føroyar varðveita sína góðkenning sum trygt triðjaland í dátuverndarhøpi

ES-góðkenningin verður mett at hava stóran týdning fyri granskingarumhvørvið og vinnulívið í Føroyum, og tí kann eg bara fegnast um, at endaliga avgerðin nú fyriliggur, sigur Bjarni Kárason Petersen, landsstýrismaður við lógarmálum (Savnsmynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Nú er greitt, at Føroyar varðveita sína góðkenning sum trygt triðjaland í dátuverndarhøpi. Hetta sæst í frágreiðing, sum ES-nevndin læt úr hondum mikudagin.

Niðurstøðan hjá ES-nevndini er grundað á, at trygdarstøðið í Føroyum verður mett at vera á nøktandi støði í mun til trygdarstøðið í ES.

Frágreiðingin leggur dent á, at Føroyar fingu eina nýggja dátuverndarlóg í 2021, sum í stóran mun er grundað á ES-lóggávuna.

– Landsstýrið hevur havt støðugt samskifti við umboð fyri ES-nevndina gjøgnum fleiri ár, har vit m.a. hava svarað spurningum og greitt nevndini frá ymiskum. ES-góðkenningin verður mett at hava stóran týdning fyri granskingarumhvørvið og vinnulívið í Føroyum, og tí kann eg bara fegnast um, at endaliga avgerðin nú fyriliggur, sigur Bjarni Kárason Petersen, landsstýrismaður við lógarmálum.

Føroyar vóru á fyrsta sinni góðkendar sum trygt triðjaland í 2010. Tá nýggja ES-dátuverndarlógin, General Data Protection Regulation (GDPR), kom í gildi í 2018, gjørdi ES tó greitt, at nú skuldu øll triðjalondini metast av nýggjum – hesaferð við støði í GDPR.

Føroya landsstýrið hevur arbeitt við málinum líka síðan.

Frágreiðingin hjá ES-nevndini kann lesast her.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 17. Jan 2024

12 Leygardagur 20. Jan 2024

Búskaparráðið: Førdi fíggjarpolitikkurin er ikki haldførur

Búskaparráðið levði í vikuni fram temafrágreiðing um fíggjarpolitiska haldførið, har mælt m.a. verður til at hækka pensjónsaldurin

Fróði Magnusen, formaður í Búskaparráðnum (Savnsmynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Alda Nielsdóttir

Førdi fíggjarpolitikkurin er ikki haldførur, og umfatandi nýskipanir eru neyðugar fyri at tryggja, at almennu útreiðslurnar ikki skulu vaksa frá almennu inntøkunum vegna vaksandi talið av eldri fólki.

Tað sigur Búskaparráðið í temafrágreiðing um fíggjarpolitiska haldførið, sum varð løgd fram týsdagin.

– Fíggjarpolitiski haldførisávísin á -9 prosent av BTÚ avdúkar, at førdi fíggjarpolitikkurin ikki er haldførur og at núlivandi ættarlið leggja ófíggjaðar rokningar eftir sær til komandi ættarlið. Áleið 2 milliardir fara at tátta í árliga, um eingi átøk vera gjørd.

– Meginparturin av okkara vælferðarsamfelagi er fíggjað av skattum og gjøldum, sum fólk í arbeiðsførum aldri gjalda, meðan eldri fólk, sum eru farin á pensjón, fáa fólkapensjón, eldrarøkt og heilsutænastur. Livialdurin økist og í framtíðini verður ikki sama lutfall millum talið av forsyrgjarum og teimum, ið skulu forsyrgjast. Gongdin í fólkatalinum fer serliga at økja um almennu útreiðslurnar til eldrarøkt. Almennu inntøkurnar fara ikki at halda tørn í mun til almennu útreiðslurnar í framtíðini, um verandi vælferðarsamfelag skal varðveitast, skrivar Búskaparráðið.

– Síðani pensjónsskipanin varð yvirtikin í 1988, er miðal livitíðin hjá pensjónistum økt við 4 árum og er í dag 19 ár uttan at pensjónsaldurin er øktur tilsvarandi. Neyðugt er at finna eina javnvág, har væntaða økingin í livialdrinum ikki einans fer til fleiri ár á pensjón, men at ein alsamt størri partur fer til virkin ár á arbeiðsmarknaðinum.

– Myndilin, ið er nýttur til at rokna haldførisávísan, tekur støði í vælferðartænastunum, veitingunum og almennu inntøkunum, sum eru í dag, og framroknar almennu útreiðslurnar og inntøkurnar eftir, hvussu fólkatalið broytist. Neyva talið á haldførisávísanum kann broytast alt eftir fortreytunum og tískil skal tað nýtast við varsemi, men niðurstøðan er eintýdd. Førdi fíggjarpolitikkurin er ikki haldførur og alneyðugt er at seta í verk nýskipanir og átøk, ið fremja haldføri í fíggjarpolitikkinum.

Búskaparráðið mælir m.a. til, at mann hækkar pensjónsaldurin.

– Politiska skipanin eigur at fremja samhaldsfesti millum ættarlið við at hækka pensjónsaldurin, so øktur livialdur ikki einans fer til fleiri ár á pensjón, men at ein partur fer til virkin ár á arbeiðsmarknaðinum.

[object Object]Búskaparráðið

Eisini verður mælt til at efektivisera eldraøkið.

– Politiska skipanin at rationalisera og effektivisera raksturin hjá almenna geiranum, serliga á eldraøkinum, so vøksturin í samlaðu útreiðslunum til eldrarøkt fyri hvønn pensjónist fellur.

Umframt hetta eigur mann at smíða eitt fíggjarpolitiskt regluverk og gera átøk, sum skulu minka um fráflyting, heldur Búskaparráðið.

– Politiska skipanin eigur at seta í verk eitt fíggjarpolitiskt regluverk fyri land og kommunur við tí endamáli at tálma almenna útreiðsluvøkstrinum.

– Politiska skipanin eigur at fremja átøk, ið virkar fyri at økja um tilflytingina og minka um fráflytingina úr Føroyum, serliga av ungum fólki.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 16. Jan 2024

13 Leygardagur 20. Jan 2024

Danmark støðgar øllum ættleiðingum úr útlandinum

Tað er ongin trygd fyri at óreglusemi og lógloysi ikki er knýtt at ættleiðingunum

(Mynd: EPA)
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

Tað verða ikki framdar fleiri ættleiðingar út útlandinum til Danmarkar fyribils. Hetta hendir eftir at einasta fyritøkan, ið hevur tikið sær av ættleiðingum, Danis International Adoption, DIA, í dag boðaði frá, at tað støðgar sínum virksemi.

Hetta hendir eftir at DIA er hevur fingið eina røð av krøvum frá kærunevndini hjá ráðnum fyri sosial-, íbúðar- og eldramálum.

Hetta rakar eisini føroysk foreldur, ið søkja um ættleiðing, tí allar føroyskar ættleiðingar hesi seinastu árini eru gjørdar umvegis DIA.

Fríggjadagin upplýsti kærunevndin (ankestyrelsen) DIA um at hon fer at mæla ministaranum til at støðga øllum ættleiðingum hjá DIA úr Suðurafrika, sum er størsta veitaraland hjá DIA.

Og mánadagin komu boðini um, at hetta eisini var galdadi fyri avtalurnar við Taivan, Filipsoyggjar, India, Teiland og Kekkia, sum verða strikaðar fyribils.

Pernille Rosenkrantz-Teil, ið er ministari við sosial- og íbúðarmálum sigur við TV2, at DIA ikki hevur yvirhildið nøkur krøv.

Í løtuni standa 36 familjur í Danmark og bíða eftir at fáa síni ættleiðingarmál úr hesum seks londum avgreidd, skrivar Ritzau.

Í árunum 1970 til 2010 vórðu millum 400 og 500 børn ættleidd til Danmarkar um árið. Seinastu trý árini hevur talið verið millum 20 og 40.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 16. Jan 2024

14 Leygardagur 20. Jan 2024

Reyði Krossur savnar inn til grindavíkingar

Hjálpt verður við eitt nú fyribils bústaði, sálarligum stuðli og peningaligum stuðli

(Mynd: Reyði Krossur í Íslandi)
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Íslendski Reyði Krossur hevur stovnað eina bráðfeingis innsavning til tess at hjálpa teimum, sum eru ávirkað av eldgosinum í Grindavík.

Síðani íbúgvar í Grindavík vórðu fluttir úr býnum, hevur Íslendski Reyði Krossur hjálpt eitt nú við bráðfeingisskjóli, fyribils leigubústaði, sálarligum stuðli og peningaligum stuðli til tey, ið hava ilt við at gjalda eyka leiguna, ella ikki fingu klæðir, mat og annað neyðugt við sær, tá tey vórðu flutt úr Grindavík. 

Føroyingar, sum vilja stuðla humanitera arbeiðinum hjá Íslendska Reyða Krossi kunnu flyta eina upphædd á konto hjá Reyða Krossi og viðmerkja “Ísland”. Bæði fólk og fyritøkur eru hjartaliga vælkomin at lata stuðul.

Bankakonturnar hjá Reyða Krossi í Føroyum eru hesar:

Bank Nordik: 6460 4946954
Betri: 9181 4950013
Norðoyar Sparikassi: 9865 1003776
Suðuroyar Sparikassi: 9870 4051387


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 18. Jan 2024

15
Leygardagur 20. Jan 2024

Útflutningurin vaksin 343 milliónir krónur

Fyrstu ellivu mánaðirnar í 2023 útfluttu Føroyar fiskavørur fyri 10,9 milliardir krónur

(Savnsmynd: Hagstovan)
SkrivaÐ:

Alda Nielsdóttir

Fyrstu ellivu mánaðirnar í 2023 útfluttu Føroyar fiskavørur fyri 10,9 milliardir krónur, ið eru 489 milliónir krónur meira enn sama tíðarskeið árið fyri, skrivar Hagstovan.

Samlað varð útflutt fyri 11,7 milliardir krónur, 343 milliónir - ella trý prosent - meira enn sama tíðarskeið í 2022.

Størsti vøksturin sæst í bólkunum "Slógv og fiskaúrdráttir" og "Annar fiskur". Meginparturin av vørunum í bólkunum er lýsi, mjøl, fóður og líknandi fiskavørur.

Virðið av laksaútflutninginum er minkað 6,6 prosent, og nøgdin er minkað 14 prosent. Prísurin hevur verið góður, og enn er ein ávísur vøkstur í ársmiðalprísinum, skrivar Hagstovan.

Útflutningsvirðið fyri botnfiskasløgini toskur, upsi og hýsa er minkað ávikavist 17, 12 og 24 prosent. Prísgongdin er lækkandi fyri øll tey týdningarmestu fiskasløgini, laksur undantikin.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 17. Jan 2024

16
Leygardagur 20. Jan 2024

Gadus á veg heim av fyrsta túri

Flakatrolarin hevur 430 tons í lastini, nú hann er ávegis til Føroya úr norskum sjógvi. Ávísir tekniskir trupulleikar hava verið

Gadus kom á Klaksvíkina 15. oktober og fór til fiskiskap 28. oktober (Mynd: Kiran Jóanesarson)
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

Miðskeiðis í oktober var stófingin móttøka í Klaksvík, tá nýggi Gadus kom. Beint undir tvær vikur seinni, 28. oktober, fór nýggi flakatrolarin hjá JFK til fiskiskap á fyrsta sinni.

Gadus hevur roynt í norskum sjógvi. Fiskiskapurin hevur verið so sum so: Nú er hann á veg heim við 430 tonsum, skrivar Norðlýsið. Gadus tekur meira enn tvífalt so nógv.

Sambært lokala Norðoyamiðlinum hevði skipið nakað av tekniskum trupulleikum á túrinum og lá tískil inni í Noreg eitt tíðarskeið. Nú er kósin sett móti Klaksvíkini eftir nærum tríggjar mánaðir burtur.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 19. Jan 2024

17
Leygardagur 20. Jan 2024

Kunnu landa svartkjaft uttanlands til endan av februar

Dennis Holm, landsstýrismaður, hevur lýst broyting í kunngerð nr. 170 frá 30. desember 2019 um landing í Føroyum

(Savnsmynd)
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Dennis Holm, landsstýrismaður við fiskivinnu- og samferðslumálum, hevur lýst broyting í kunngerð nr. 170 frá 30. desember 2019 um landing í Føroyum, sum loyvir skipum at landa svartkjaft uttanlands til og við 29. februar 2024.

Frystivirkini taka ikki ímóti svartkjafti, og skipini kunnu sostatt bert landa til ídnað. Tí er móttøkuorkan í Føroyum avmarkað, og skipini mugu bíða eftir at sleppa framat at landa.

Til tess at tryggja, at stígur ikki kemur í fiskiskapin eftir svartkjafti grundað á væntandi móttøkuorku, verður frávik gjørt frá galdandi áseting um, at bert 15 prosent kunnu verða landað uttanlands.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 13. Jan 2024

18
Leygardagur 20. Jan 2024

Arctic Viking: Fara nú á rækjuveiðu

Hetta er vanliga vánalig tíð til rækjur í Barentshavinum, men vit fara kortini. Fiskiskapurin plagar at batna í februar og fyrst í mars

Heri Thomsen, sum verður skipari komandi túr (Mynd: Sjómansmissiónin)
SkrivaÐ:

Føroyska Sjómansmissiónin

- Vit fara í Barentshavið og óivað í russiskan sjógv at royna. Hetta er vanliga vánalig tíð til rækjur í Barentshavinum, men vit fara kortini. Fiskiskapurin plagar at batna í februar og fyrst í mars.

10. januar kom Arctic Viking fullfermdur á Klaksvík. Teir høvdu verið á toskaveiðu í Barentshavinum, og høvdu 670 tons av avhøvdaðum fiski. Bjarni Petersen var skipari.

- Nú fara vit á rækjuveiðu, og tí skal skipið riggast um frá toskaveiðu til rækjuveiðu. Tí skifta vit trol og rigga verksmiðjuna til rækjuveiðu. Hóast skipið er rigga til bæði rækjur og tosk, so er altíð okkurt smávegis, sum skal broytast, tá fiskiskapurin broytist.

Tað sigur Heri Thomsen, sum verður skipari komandi túr.

- Vit fara í Barentshavið og óivað í russiskan sjógv at royna. Hetta er vanliga vánalig tíð til rækjur í Barentshavinum, men vit fara kortini. Fiskiskapurin plagar at batna í februar og fyrst í mars, sigur hann.

- Tá skipið er klárt, vónandi fyrru hálvu av vikuni, verður kósin sett í Barentshavið. Vit verða 16 mans við, sigur Heri Thomsen.

[object Object]
(Mynd: Sjómansmissiónin)



Greinin varð fyrstu ferð løgd út 16. Jan 2024

19
Leygardagur 20. Jan 2024

Umvælingararbeiði gjørt á Isafold

Tá Isafold lá á Havnini um jólini, var høvi hjá KJ at gera ymiskt umvælingararbeiði umborð

(Mynd: KJ)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Snotiliga danska uppsjóvarskipið Isafold lá í Havn um jólini, og høvi var til at fáa ymiskt umvælt umborð.

KJ framdi ymiskt umvælingararbeiði, m.a. varð stóra lyfti- stemplið á nótaleggjaranum tikið frá og umvælt, oljulekar á nótarulluni tettir og pakningar skiftir. Umframt hetta varð eisini sveisiarbeiði gjørt í einum vakuumtanga, sum er í brúk, tá landað verður.

Ørvar Jacobsen, tænastuleiðari hjá KJ, sigur, at arbeiðið gekk sera væl.

- Uppgávan varð loyst skjótt og væl av okkara dugnaligu smiðjum, og Isafold slapp aftur til uppsjóvarveiðu 2. januar, sigur Ørvar Jacobsen.

Myndirnar av skipinum eru tiknar 9. januar 2024, tá skipið lá í Fuglafirði og landaði makrel til Pelagos.

Isafold er heimahoyrandi í Hirtshals í Danmark, og er bygt á Zamakoma skipasmiðjuni í Spania í 2022. Skipið er 87 metrar langt og 20 metrar breitt. Eitt, sum er áhugavert við skipinum er, at tað hevur tvær skrúvur til framdrift. Hetta økir um orku og megi til sleip, og mannirering av skipinum í øllum veðri.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 15. Jan 2024

20 Leygardagur 20. Jan 2024

Súni Selfoss heldur fram sum formaður

Súni hevur verið formaður síðan 2016. Hetta er tískil triðja og seinasta setan, ið hann sambært viðtøkum felagsins kann sita

(Mynd: Starvsfelagið)
SkrivaÐ:

Alda Nielsdóttir

Súni Selfoss heldur fram sum formaður í Starvsfelagnum komandi fýra árini, boðaði felagið frá í tíðindaskrivi í vikuni.

Tá freistin var farin á midnátt 15. januar, var bert ein fráboðan komin um uppstilling til forfólkavalið hjá Starvsfelagnum. Hendan er frá verandi formanni, Súna Selfoss, ið bjóðar seg fram til enn eina fýra ára setu.

Súni hevur verið formaður síðan 2016, og er hetta tískil triðja og seinasta setan, ið hann sambært viðtøkum felagsins kann sita.

Forfólkið skal endaliga staðfestast við vanligum meiriluta á aðalfundinum, sum verður 9. mars, skrivar Starvsfelagið.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 16. Jan 2024

21 Leygardagur 20. Jan 2024

Heimamissiónsforlagið verður uppraðfest

Kristianna Johannesen er farin upp í tíð, og skal hon millum annað hava ábyrgd av at menna sølu- og útgávuvirksemi hjá Heimamissiónsforlagnum

Trúboðin skrivar, at man millum annað vil arbeiða fyri at týða og geva út meira tilfar á føroyskum (Mynd: trubodin.fo)
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

Heimamissiónsforlagið hevur í nógv ár útgivið og selt kristiligar bøkur, eitt nú á nethandlinum www.manna.fo. Seinastu tíggju árini hevur útgávuvirksemi verið ein munandi minni partur enn áður, men nú verður gongd sett á hetta aftur.

Hetta skrivar Trúboðin á heimasíðu sínari, har tað samstundis verður kunngjørt, at Kristianna Johannesen er farin upp í tíð. Seinastu árini hevur hon starvast hálva tíð sum skrivstovufólk hjá Kirkjuligu Heimamissiónini – framyvir fer Kristianna at hava ábyrgd av at menna sølu- og útgávuvirksemi hjá Heimamissiónsforlagnum.

- Uppraðfestingin inniber eitt nú, at vit vilja fáa meira lív í Heimamissiónsforlagið aftur – at fáa forlagsnevnd setta aftur, útgeva meira føroyskt tilfar, skapa áhuga fyri kristiligum lesnaði og vaksa um sølu av kristiligum bókum v.m. Forlagið selur nógvar góðan kristiligan lesnað á føroyskum, donskum og øðrum málum, ið hava evangeliserandi, andligan og uppbyggjandi týdning fyri ein hóp av fólki í Føroyum. Síðan forlagið varð stovnað, hevur forlagið eisini givið út hópin av góðum bókum á føroyskum.

Í 2023 vóru tað júst 200 ár síðani, at skjøtur varð settur á at fáa føroyska bíbliu. Í dag hava vit fleiri bíbliutýðingar, og stórt úrval av kristiligum bókum á okkara egna móðurmáli. Trúboðin skrivar, at man millum annað vil arbeiða fyri at týða og geva út meira tilfar á føroyskum.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 18. Jan 2024

22 Leygardagur 20. Jan 2024

Byggja randarhús á Fossum í Klaksvík

Maltek átti besta uppskotið at byggja 13 randarhús í nýggju útstykkingini á Fossum

 
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Í heyst lýsti Klaksvíkar kommuna eitt øki í nýggju útstykkingini á Fossum til sølu. Ein verkætlan var lýst fyri lendi, har 13 randarhús skulu byggjast á. Inn komu tvey tilboð og var tað byggifyritøkan Malltek, ið átti besta uppskotið.

Í verkætlanini fyri økið verður lýst, at talan er um randarhús, og at búeindirnar kunnu verða bygdar til leigubústaðir, lutabústaðir ella eigarabústaðir. Randarhúsini máta umleið 9 ferðir 22 metrar, og eru umleið 200 fermetrar hvørt. Alt økið er 2600 fermetrar til støddar.

Karl Johansen, borgarstjóri, er sera fegin um, at hendan verkætlanin nú fer í gongd og at glið kemur á byggingina á Fossum.

- Hetta er ein forkunnug verkætlan og eisini fyrsta av sínum slag í kommununi, tí eri eg, saman við býráðnum, sera spentur uppá, hvussu hendan verkætlan kemur at eydnast. Tað er eingin ivi um, at vit hava stóran tørv á fjølbroyttum bústøðum, og tí er hetta nakað sum vit vónað og væntað, at fólk fara at taka væl ímóti.

Byggifyritøkan Malltek upplýsir, at í løtuni verður uppskotið endaliga projekterað og vónað verður, at arbeiðið kann fara í gongd í summar ella eftir summarfrítíðina.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 17. Jan 2024

23 Leygardagur 20. Jan 2024

Vatnveitingin á Selatrað løggildað

Vatnveitingin á Selatrað er fyrsta vatnveiting í Sjóvar kommunu, sum verður løggildað

 
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Týsmorgunin var løggilding til vatnveitingina á Selatrað handað Artur Johansen borgarstjóra í Sjóvar kommunu.

Vatnveitingin á Selatrað er fyrsta vatnveiting í Sjóvar kommunu sum verður løggildað. Vatnveitingin veitir vatn til áleið 40 fastbúgvandi fólk. Í økinum eru eisini størri skótalegur og verður tá veitt vatn til fleiri 100 fólk.

Løggildingin inniber, at mannagongdir viðvíkjandi framleiðsluhátti, útbreiðslu og arbeiðshátti á vatnveitingarskipanini eru góðkendar av Heilsufrøðiligu starvsstovuni.

Í hesum sambandi hevur kommunan gjørt góðskuhandbók fyri vatnverkið og vatnveitingarskipanina. Endamálið við handbókini er at tryggja vatnveitingina og at tryggja eina góða drekkivatnsgóðsku. Í handbókini er lýsing av reinsiverkinum og vatnleiðingini. Somuleiðis er skráseting, vatnsýnistøkur, innaneftirlit v.m. skjalfest.

Tilsamans eru nú 16 vatnveitingar í Føroyum løggildaðar. Listi yvir løggildaðar vatnveitingarskipanir kunnu síggjast á heimasíðuni hjá Heilsufrøðiligu Starvsstovuni.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 17. Jan 2024

24 Leygardagur 20. Jan 2024

Anna Katrin Egilstrøð við nýggjum verkið

“From Harbour to Harbour” er ein tónlistalig ginusøga

 
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Tað serstaka tónlistaverkið “From Harbour to Harbour” eftir føroyska tónaskaldið Onnu Katrin Egilstrøð verður framført í Norðurlandahúsinum hóskvøldið 25. januar.

“From Harbour to Harbour” bjóðar áskoðarunum við umborð á ta kosmisku kusuna, á eina innaru ferð gjøgnum eitt umfevnandi, vekjandi ljóðhav. Verkið er ein tónlistarlig sýning, ið fabulerar um vatn sum samband millum menniskju og aðrar kroppar av vatni.

[object Object]Anna Katrin Egilstrøð (Savnsmynd)

Anna Katrin Egilstrøð hevur skrivað verkið til donsku NJYD kvartettina. Hon samantvinnar ta serligu instrumenteringina hjá kvartettini við framførslu, teksti, sangi og multikanalelektronikki. Tær instrumentalu røddirnar eru gjørdar í samstarvi við tónleikararnar, sum saman við tónaskaldinum, hava kannað og upptikið ljóðið av ljóðførunum í samanbresti við ymisk støð í Føroyum og Aarhus.

Anna Katrin Egilstrøð er útbúgvin elektroniskur komponistur á Det Jyske Musikkonservatorium, hon arbeiðir bæði við elektroniskari og klassiskari kompositión, og arbeiðir tvørtur um listagreinar. Hon hevur m.a. skrivað, framført og útgivið tað symfoniska verkið “BEINTA”, sum hon skrivaði við danska tónaskaldinum Allan Gravgaard Madsen, og í Føroyum er hon kanska mest kend sum songkvinna í bólkinum Valravn.

Konsept, kompositión og performari: Anna Katrin Egilstrøð
Floyta: Marie Sønderskov
Saxofon: Anja Nedremo
Guitar: Mikkel Egelund
Slagverk: Jonas Weitling
Búnar: Jón Sonni Jensen, Trina Gaard, Anna Katrin Egilstrøð
Grafisk mynd: Jón Sonni Jensen og Anna Katrin Egilstrøð
Stuðlað hava: Statens Kunstfond, Koda kultur, Augustinus Fonden, William Demant Fonden, Århus Music City, Tórshavnar kommuna, Loftflog og Mentanargrunnur Landsins.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 18. Jan 2024

25 Leygardagur 20. Jan 2024

Lea Kampmann gevur staklag út á føroyskum

Farna vikuskiftið gav Lea Kampmann út lagið "Telji upp í hundrað", ið er fyrsta staklagið av komandi føroysku útgávu hennara, Seinferð – hetta er fyrstu ferð, Lea gevur út á føroyskum undir egnum navni

 
SkrivaÐ:

Alda Nielsdóttir

Farna vikuskiftið tónlistakvinnan, Lea Kampmann út nýtt staklag, ið ber heitið "Telji upp í hundrað".

Talan er um fyrsta staklagið av komandi føroysku útgávu hennara, Seinferð.

Staklagið og komandi útgávan er skrivað saman við Teiti Lassen, ið eisini hevur framleitt útgávuna. Lagið snýr seg um at missa, og lýsir tí ógjørligu uppgávu, at royna at flýggja undan sorgini. Óansæð hvussu nógv ein roynir, finst onki, ið kann drukna kensluna av at sakna.

[object Object]
Teitur Lassen og Lea Kampmann

Hetta er fyrstu ferð, Lea gevur út á føroyskum undir egnum navni, og tí er hendan útgávan heilt serlig fyri hana.

– Eg havi altíð verið bangin fyri at syngja á føroyskum, tí tað kenst so nakið og viðbrekið, at syngja á málinum, eg segði, "eg elski teg" á, fyrstu ferð, sigur Lea.

– Seinastu árini havi eg funnið útav, at tað er neyðugt fyri meg at finna dirvið at syngja á mínum egna móðurmáli.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 13. Jan 2024

26 Leygardagur 20. Jan 2024

Føroyar kunnu gerast partur av útbygging við markið

Bretskur politikari: Føroyar eiga at hava møguleikar at veita tænastur til útbygging av olju- og gasskeldum við markið

 
SkrivaÐ:

Jan Müller

Herfyri avgjørdi bretska stjórnin at geva loyvi til útbygging av risastórari olju- og gasskeldu skamt frá føroyska markinum, kallað Rosebank.

Útbyggingin fer at geva arbeiði til veitarafyritøkur bæði í Skotlandi og Noregi, og nú hon liggur bert 15 kilometrar frá føroyska markinum, er stóri spurningurin, um ikki eisini føroyskar fyritøkur kunnu vera við til at veita vørur og tænastur til bæði útbygging og seinni framleiðslu.

Hesin spurningurin verður eisini reistur í sambandi við vitjan av umboðum fyri norska orkufelagið Equinor komandi dagarnar. 

Herfyri vitjaði annars kendi skotski politikarin í bretska parlamentinum, Angus Brendan MacNeil, í Føroyum. Orkan.fo nýtti undir vitjanini høvi til at umrøða Rosebank útbyggingina við MacNeil, sum eisini er formaður í týðandi nevndini í tjóðartinginum fyri orku og net-zero og spurdi hann, um nakað skuldi verið til hindrus fyri, at ikki  eisini føroyskir veitarar kunnu vera við til at veita tænastur til ein slíka útbygging í bretksum øki sum Rosebank, ið er so nær Føroyum. 

[object Object]

Angus MacNeil vísir fyrst á, at olja og gass úr Norðsjónum og Atlantsmótinum (økið millum Føroyar og Hetland) fer framhaldandi at fevna um ein triðing av orkutørvinum hjá Bretlandi. Rosebank, sum nú fer í gongd, fer at veita millum 2 og 5 prosent av hesi orku og hevur tí týdning fyri samlaðu orkunýtsluna.

Hann heldur annars, at tað helst er og verður stór kapping um hesar tænastur og sjálvandi eiga føroyskar fyritøkur eisini at vera partur av hesum, um tær kunnu lata røttu vøruna til rætta prísin.

- Eg havi skilt, at tit longu gera eitt stórt veitingararbeiði í Noregi við eitt nú at veita elektrikarar og aðrar handverkarar til at virka í norsku frálandavinnuni. Eg eri vísur í, at vit fara at síggja fleiri føroysk fløgg umborð á skipum, tá Rosebank framleiðslan fer í gongd um nøkur fá ár.

Elektrifisering av framleiðsluni

Angus MacNeil vísir á, at ein av treytunum hjá Equinor, sum stendur fyri Rosebank útbyggingini, er, at framleiðsluskipið skal elektrifiserast fyri at minka munandi um útlátið.

- Hetta kundi eisini verið partur av veitingum úr Føroyum, nú tit eru við til at menna eitt nú vindorkuna. Kann man koma fram til at hava eitt sambindingarlið fyri streymflutningi (interconnector) millum Føroyar og Skotland (Hetland), tá kann hetta fáa týdning fyri netið.

[object Object]

Ein tann stóra avbjóðingin, tá tosað verður um at fáa grøna orku til høldar, er at kunna stabilisera netið. Og her kundi eitt samstarv millum Føroyar og Skotland kanska verið ein framtíðar strategi.

Angus MacNeil hevur vitjað í Føroyum ikki færri enn sjey ferðir. Hann er seta hugtikin av landinum og fólkinum og heldur, at Skotland hevur nógv at læra av Føroyum og sigur, at føroyingar duga at gera dreymar tilveruleiki og vísir til nýggja Sandoyartunnilin hann slapp at royna undir seinastu vitjanini.

Hann sær fegin, at bæði myndugleikar og fyritøkur í báðum londum kunnu samstarva um m.a. troytan av tilfeingi í undirgrundini millum londini. Og er nettupp spurningurin um veitingar til menningar- og útbyggingarætlanir báðu megin markið ein heilt náttúrligur vegur at ganga.






Greinin varð fyrstu ferð løgd út 15. Jan 2024

27 Leygardagur 20. Jan 2024

100 vinnulívsfólk og politikarar til Rosebanktiltak

Stórt kunnandi tiltak um útbyggingina av olju- og gassfeltinum Rosebank skamt frá føroyska markinum

(Mynd: Jens Kr. Vang)
SkrivaÐ:

Jan Müller

Týsdagin skipaðu Sjóvinnufelagið og FOÍB (Føroya Orkuídnaðarbólkur) fyri kunnandi tiltaki á Hilton Garden Inn við umrøðu av útbyggingini av stóra olju- og gassfeltinum Rosebank skamt frá føroyska markinum.

Fleiri enn 100 fólk høvdu leitað sær til tiltakið, har fýra umboð fyri Equinor luttóku. 

Fleiri myndir her

[object Object]

[object Object]

[object Object]

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 18. Jan 2024

28 Leygardagur 20. Jan 2024

Stórsigur til Trump í Iowa

Fyrrverandi forsetin fekk beint yvir helvtina av atkvøðunum í fyrsta republikanska undanvalinum

(Mynd: EPA)
SkrivaÐ:

Alda Nielsdóttir

Tað gjørdist ein sannførandi sigur til fyrrverandi amerikanska forsetan, Donald Trump á fyrsta republikanska undanvalinum í statinum Iowa týsnáttina.

Tá 95 prosent av atkvøðunum vóru taldar, hevði Trump fingið 51 prosent av atkvøðunum, sambært New York Times.

Í hvørjum stati er eitt ávíst tal av valmonnum uppá spæl - alt eftir, hvussu nógvir íbúgvar eru í statinum - og fyri at gerast forsetavalevni er neyðugt við stuðli frá í minsta lagi helvtini av valmonnunum, 1.215.

Í Iowa skulu 40 valmenn býtast millum valevnini. Trump stóð til at hava fingið 20, meðan Ron DeSantis fekk átta, og Nikki Haley sjey. Tey fingu avikavist 21 og 19 prosent av atkvøðunum.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 16. Jan 2024

29 Leygardagur 20. Jan 2024

Vivek Ramaswamy farin úr valstríðnum

Á fyrsta undanvalinum hjá republikanarunum í Iowa týsnáttina kom vinnulívsmaðurin á eitt fjórða pláss – hann stuðlar nú Donald Trump

(Mynd: EPA)
SkrivaÐ:

Alda Nielsdóttir

Vinnulívsmaðurin Vivek Ramaswamy er ikki longur við í stríðnum um at gerast republikanskt forsetavalevni.

Tað boðaði hann frá á veljarafundi, sum varð stroymdur beinleiðis á sosiala miðlinum X.

Sambært Ramaswamy er ikki longur nakar møguleiki hjá honum at gerast forseti, og stuðlar hann í staðin Donald Trump, sum vann greitt á fyrsta undanvalinum í statinum Iowa.

Sambært New York Times kom Ramaswamy á eitt fjórðapláss við 7,7 prosentum av atkvøðunum. Frammanfyri vóru bæði Donald Trump, Ron DeSantis, og Nikki Haley.

Ramaswamy sigur, sambært Ritzau, at hann nú fer at gera alt tað, hann kann, fyri at Trump aftur skal gerast forseti.

– Hann eigur at verða tann næsti forsetin.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 16. Jan 2024

30 Leygardagur 20. Jan 2024

Jens venur mentalu styrkina hjá leikarunum

- Við at trúgva upp á seg sjálvar og vita hvat teir kunnu ber til at bjóða stóru hondbóltstjóðunum av, sigur mentali venjarin á liðinum, Jens á Skipagøtu

Jens á Skipagøtu avmyndaður eftir dyst við U21-liðnum (Savnsmynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

Ein av teimum meira friðarligu persónligheitunum, sum ferðast rundan um føroyska hondbóltslandsliðið, sum partur av venjarahópinum, er 47 ára gamli Jens á Skipagøtu.

Útbúgvin lærari, sum nú roynir seg í privata vinnulívinum, men eisini hevur roynt seg í øðrum vinnugreinum, og sum skúlastjóri í Hoyvíkar skúla eitt stutt skifti. Pápi hansara, Ólavur, hevur í eitt mannaminni verið varastjóri á upprunaliga skúlanum í Hoyvík.

[object Object]Jens á Skipagøtu fegnast saman við liðinum eftir góða avrikið móti Noregi leygarkvøldið (Mynd: Sverri Egholm) 

- Nei skúlastjórastarvið var ikki nakað fyri meg, ásannar Jens.

Men vit kenna hann best sum mannin, ið eigur ein part av æruni av, at tað gongst so væl í føroyskum hondbólti fyri tíðina. Ikki bara tí, at hann er fedrana upphav til tveir av leikarunum, Róa og Elias, heldur ikki tí at hann hevur verið partur av venjaratoyminum hjá hesum dreingjunum gjøgnum so at siga øll barnaárini sum málmansvenjari. Maðurin er fyrrverandi skansi í málinum hjá H71.

Nei, tað er tann mentala fyrireikingin, Jens hevur leitt menninir ígjøgnum, sum verður tikin fram sum ein orsøk til at tað gongst so væl nú.

Altíð verið aktivur í H71

Vit hittu Jens í Berlin til eitt prát um hansara leiklut í hópinum.

- Eg havi í langa tíð verið aktivur í felagnum H71 sum venjari, og havi eisini verið partur av landsliðsarbeiðinum í longri tíð.

- Tá vit fyri nøkrum árum síðani ásannaðu, at hesin 2002 árgangurin hevði nakað heilt serligt í sær, so settu vit okkum niður – t.e. venjararnir Mark Marcher Laursen og Julian Johansen – fyri at analysera støðuna.

- Vit ásannu, at Føroyar í langa tíð hava átt sera góðar hondbóltsspælarar, sum kundu verið komnir nógv longur enn teir komu. Og vit ásannaðu, at tað ikki vóru hondbóltsevnini, men tann mentala fyrireikingin, sum haltaði. Menninir/dreingirnir vóru ikki til reiðar til tær stóru avbjóðingarnar.

- Tað var tá, at vit fóru til Hondbóltssambandið við ætlanini um at leggja eina menningarætlan, sum í stóran mun snýr seg um tað mentala. Og uttan at hava nakra vitan um hetta tók eg á meg at taka mær av hesi uppgávuni.

[object Object]
Jens noterar sær niður hvat arbeiðast skal við á tí mentala økinum (Savnsmynd: Jn.fo)

Skal vera fastur táttur í landsliðsarbeiðinum

Eg mátti leita mær vitan frá grundini av. Las nógv tilfar, og var til fleiri skeið í ítróttasálarfrøði uttanlands, og harvið havi eg fingið nakað av vitan og nakrar royndir at arbeiða við mentalu síðini hjá leikarunum. Ætlanin er, at hetta arbeiði í framtíðini skal vera partur av øllum árgangunum, tá tað snýr seg um føroysku landsliðini.

Jens greiðir frá, at tað snýr seg um at hava strukturin í ordan og at hava fastar rutinur, so at leikararnir vita hvat teir skulu, hvør teirra uppgáva er upp til eina kapping ella ein avgerandi dyst.

Tað er eisini av týdningi, at allir leikararnir eru involveraðir, at ongin kennir seg uttanfyri, og tað hava hesir dreingirnir duga sera væl, sigur Jens á Skipagøtu.

Eitt nú arbeiða teir við andadrátsvenjingum, fyri ikki at lata kenslurnar fara avstað við teimum. Tað kann liggja eitt stórt trýst á leikarunum, eitt nú frá áskoðarunum. Men hetta trýstið má ikki ávirka spælið hjá teimum einstaku.

[object Object]
Jens á Skipagøtu er giftur við Gunn Ellefsen, ið er forseti í Hondbóltssambandinum. Her í práti við skjótt fráfarandi aðalskrivaran í Hondbóltssambandinum, Hans Jón Thomsen (Mynd: Sverri Egholm)

Ábyrgd – samstarv - hugburður

Sum pápi hjá Eliasi, so veit Jens at føroyski stórspælarin brúkar hetta við andadrátsvenjingum nógv í sínum dystunum. Elias verður taklaður, skumpaður, trýstur og ertaður, men dugir at lata vera við at lata hetta ávirka hansara spæl, og tað er ein stór styrki hjá ikki bara honum, men hjá øllum liðinum.

Vit hoyra ofta spælararnar, tá teir verða spurdir um ymist, serliga upp til stórdyst, at teir brúka orðini ‘ábyrgd’, ‘samstarv’ og ‘hugburður’, og tað er júst hesi trý orðini ella hugtøkini, sum eru tey samtyktu virðini sum landsliðið arbeiðir eftir.

Og tað er eisini serliga hetta, sum Jens arbeiðir við.

Jens er tó ógvuliga varin við at taka sær heiðurin av góðu úrslitunum hjá føroyska landsliðnum.

[object Object]Synirnir hjá Jens, Elias og Rói, fegnast um úrslitið leygarkvøldið. Teir eru kanska besta dømið um hvat tað gevur at geva børnunum fría atgongd til ítróttahallirnar (Mynd: Jóanis Albert Nielsen / jn.fo)

Lat børnini sleppa inn í høllirnar

Hann vísir ístaðin á, at nógvar styrkir eru komnar inn á liðið við danska venjaranum, Peter Bredsdorf Larsen, sum hevur royndir sum hjálparvenjari hjá danska landsliðnum og tí hevur nógvar royndir á hesum økinum.

Og so er tað eitt afturat, sum ikki skal gloymast.

- Tú skalt minnast til, at hesir dreingirnir (..tá sipar hann helst til H71’ararnar, -red) eru slopnir at brúka ítróttahøllina í Hoyvík sum teimum lystir. Teir hava gjøgnum allan sín uppvøkstur havt møguleika fyri bjóðað sær sjálvum av í kynstri við hondbóltinum.

- Tí er tað, at hesir dreingirnir hava so stórt sjálvsálit, so stórt at teir tora at fortelja alment, at teir ætla sær at fáa stig ella at vinna. Teir hava vant ymiskar rørslur og skot út í tað óendaliga, og vita akkurát hvar mørkini fyri teirra spæl er.

- Við slíkum sjálvsáliti kemur ein langt í hondbólti, vísir Jens á Skipagøtu á.

Tað er eisini uttanfyri hondbóltsheimin, at lagt er merki til evnini hjá Jensi. Í nakrar mánaðar farna heyst vóru boð eftir honum í Havnar Bóltfelag fyri at gerast ein partur av hópinum og byggja á sjálvsálitið hjá HB-leikarunum.

Jens vísir á, at tað var ein tíðaravmarkað uppgáva. Hansara virki sum mentalur venjari snýr seg nú aftur einans um hondbólt. 

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 14. Jan 2024

31 Leygardagur 20. Jan 2024

Góð avgerð at gerast føroyingur

Samrøða við aðra hetjuna í føroyska málinum leygarkvøldið, um stóru upplivingarnar hann hevur fingið á hondbóltsvøllinum eftir at hann valdi at skifta bretska landsliðið út við tað føroyska

Nicholas Satchwell (Mynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

Ein av stóru hetjunum í ótrúliga dystunum móti Noregi leygarkvøldið, var málverjin Nicholas Satchwell. Eftir at Pauli Jacobsen, sum vanliga er fysrtvaldi í málinum, hevði staðið nakað undir egnan standard í byrjanini av dystinum, varð bretsk/danski føroyingurin, Nicholas Satchwell, sendur í mál, tá umleið 20 minuttir vóru farnir.

Og Nicholas stóð ein branddyst. Hevði eitt bjargingarprosent á 55 fyri fyrra hálvleik. Og norski landsliðsvenjarin, Jonas Wille, tók júst hetta fram á tíðindafundinum eftir dystin.

“Serliga Skipagøtu gjørdi tað trupult fyri okkum”, segði norski landsliðsvenjarin, tá hann skuldi grundgeva stigamissið, men legði so afturat: “Men tað gjørdi málmaðurin eisini, serliga í endanum av fyrra hálvleiki og byrjanini av seinna. Vit spældu væl tá, men vit fingu ikki bóltin inn”.

[object Object]
Sagosen í skotroynd móti Satchwell (Mynd: Sverri Egholm)

Fantastisk kensla

Nicholas Satchwell ásannar, at hetta var ein av hansara góðu dystum tá tað kemur til bjargingar. Í hvussu so er var tað tann størsti dysturin, sum hann hevur upplivað.

- At hava talsterku áskoðararnar í rygginum var avgjørt við til at seta meg upp. Tað var ein fantastisk kensla, sigur lítillátni bretin á nærum reinum føroyskum. Men hann vil tó ikki taka sær allan heiðurin fyri, at norðmenn einans megnaðu at fáa 26 mál í dystinum.

- Tað, sum Pauli megnaði í endanum av dystinum var eisini eitt fantastiskt avrik. Tað er avgjørt ikki lætt at koma inn í ein so intensan dyst upp eitt tíðspunkt sum hatta, men Pauli megnaði tað.

Spælir í Noregi

Satchwell spælir í til dagligt í bestu norsku hondbóltsdeildini við TIF Viking í Bergen, sum ikki er eitt av toppliðunum. Har hevur hann sáttmála til næsta summar.

Spurdur um hann hevur fyrireikað seg serliga upp á norsku leikararnar, svarar Nicholas:

- Viking hevur spælt ein dyst móti Kolstad, har fleiri av teimum bestu landsliðsleikarunum, t.d. Sagosen, Gullerud, Johannesen og Rød spæla. Tað var ein dystur í steypakappingini, har vit ikki kláraðu okkum serliga væl. Men vit fyrireikaðu okkum væl, og eg havi tikið tær fyrireikingarnar við til henda dystin móti Noregi, so eitt sindur fyrireikaður var mann, sigur Satchwell, sum eftir dystin fekk nógvar heilsanir úr Noregi fyri góða avrikið.

[object Object](Mynd: Sverri Egholm)

Var bretskur landsliðsmálverji

Nicholas Satchwell hevur verið partur av føroyska landsliðnum síðan 2018. Hann hevur fyrr umboðað bretska landsliðið í hondbólti Eitt nú til olympisku leikirnar í London 2012, men fekk tó ikki nakran dyst tá.

Satchwell umboðaði eisini Bretland til emerging-kappingina í Kosovo í 2015, tá Føroyar vunnu, og sum kanska var byrjanin til upptúrin hjá føroyska manshondbóltslandsliðnum.

Hetta var sama ár, sum Nicholas Satchwell kom til Føroyar at standa í mál hjá Neistanum.

- Eg varð ikki úttikin til bretska landsliðið eftir kappingina í 2015, so tá hondbóltssambandið í 2018 spurdi seg fyri hjá mær, um eg var áhugaður at umboða føroyska landsliðið, var tað ikki ein so trupul avgerð hjá mær. Eg hevði staðið neyðugu karantenuna, og kundi vera við so at siga beinanvegin.

Tað var lætt at skifta hjá Nicholas, tí hann hevur dupultan dansk/bretskan ríkisborgaraskap.

- Eg spældi fyrsta landsdystin fyri Føroyar tá liðið í september 2018 spældi tveir venjingardystir úti móti Finnlandi.

[object Object]

[object Object]Nicholas Satchwell er ikki tann á liðnum, sum stillar seg fremst, tá sigrar skulu feirast. Á myndunum her sæst hann fegnast í baggrundini eftir javnleikin móti Noregi (Myndir: Sverri Egholm)

Bonusvinningurin

- Í dag kann eg róliga, at tað var tann rætta avgerðin hjá mær at taka. Eg hevði ikki havt høvi at uppliva nakað, ið líkist hesum her, um eg framvegis hevði umboðað Bretland.

Og so hevur hann eisini fingið bonusvinning í unnustuni Jenny Kragesten og soninum tey hava saman, sum varð føddur í 2020. Harvið er Nicholas eisini komin inn í eina rætta hondbólts(Neista)familju, har serliga svágrarnir Tróndur og Julian hava gjørt um seg sum fyrrverandi og møguliga komandi landsliðsleikarar.

Hvat sigur hann so um komandi avbjóðingina – móti Polandi?

- Vit eru ikki komnir rættiliga í gongd við at fyrireika okkum upp á Poland enn, tað fara vit í gongd við nú. Vit hava sett okkum mál, sum vit royna at náa. Tað fyrsta var at koma í eitt endaspæl. Tað næsta var at fáa stig til eitt endaspæl. Nú er næsta málið at vinna ein dyst. Og tað fara vit sjálvandi at roynd móti Polandi mánadagin, sigur Nicholas Satchwell at enda. 

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 14. Jan 2024

32 Leygardagur 20. Jan 2024

Polendingar í Berlin: Halda við báðum

Sabina Poulsen og Tomek Przybylski hava búð í Føroyum í ávíkavist 18 og 23 ár, og fylgdu føroyska EM-ævintýrinum í Berlin. - Polendingar halda, at føroyingar eru ótrúligir

Sabina Poulsen til dyst hósdagin - við Merkinum, føroyskari blusu og ymiskum flaggi málað á hvønn kjálka (Mynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

- Tað er 50-50 í dag. Vit halda við Polandi og Føroyum og fara at syngja við til báðar tjóðsangirnar og skifta blusu ímillum. Ætla eisini at klappa eftir hvørt mál og kunnu tí ikki heilt tapa.

Hetta sigur Sabina Poulsen, sum Portalurin fekk orðið undan avgerandi dystinum mánadagin millum Føroyar og Poland. Hon og Tomek Przybylski hava búð í Føroyum í ávíkavist 18 og 23 ár, hava føroyskt pass og fylgja nú føroyska EM-ævintýrinum í Berlin

- Tað hevur verið fantastiskt. Hetta er nakað serligt at vera partur av, og allir polendingarnir, sum vit hava snakkað við her og sum skriva, halda eisini at føroyingar eru ótrúligir.

[object Object]
Sabina og Tomek á vitjan í posku leguni (Privatmynd)

[object Object]
Her saman við polska hópinum - fyri tey er tað heilt serligt, at Føroyar og Poland vóru í sama EM-bólki (Privatmynd)

[object Object]

Tað er millum annað tað, at talan er um eitt lítið land, ið stendur seg so væl, og at eini 5.000 fólk savnast á hendan hátt og stuðla so ógvuliga. Hetta hava stórir polskir miðlar og fyrrverandi spælarar - so sum Slawomir Szmal - eisini veruliga lagt merki til.

- Tey siga, at man ikki hevur sæð nakað líknandi við áskoðarum til eitt endaspæl leingi - kanska nakrantíð - so tað er ordliga stuttligt.

Fyri Sabinu Poulsen og tey er tað umráðandi, at vera eitt slag av polskum umboði fyri Føroyar í Berlin, og tað er nakað serstakt fyri tey, at londini eru í bólki saman.

[object Object]
Sabina Poulsen til dyst hósdagin - við Merkinum, føroyskari blusu og ymiskum flaggi málað á hvønn kjálka (Mynd: Sverri Egholm)

Sabina viðurkennir annars, at hon ikki veit nakað serligt um hondbólt. Tað ger Tomek hinvegin. Tey hava verið við til føroysku upphitingarnar, verið framvið til venjing hjá polska liðnum og annars upplivað býin og serstaka huglagið.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 15. Jan 2024

33 Leygardagur 20. Jan 2024

Søguligur sigur í Berlin – javnleikur móti norðmonnum

Elias var ísakaldur tá tað galt - skoraði upp á brotskast í seinastu sekundunum av sera spennandi dystinum móti Noregi

 
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen og Agnar Prestá

Elias Ellefsen á Skipagøtu, sum var syftur, sligin og skumpaður av stóru norðmonnunum gjøgnum allan EM-dystin leygardagin, var púra kaldur, tá tað galt.

Við fýra sekundum eftir og støðuni 25-26 til Noreg nápaði hann bóltin frá einum norðmanni, varð feldur ólógligt, og fekk brotskast til Føroyar. Og Elias tók sjálvur brotskastið, og setti bóltin trygt í netið aftan fyri Torbjørn Bergerud í málinum, sum annars hevði spælt ein framúr góðan dyst.

Og so var sensasjónin har. Føroyar fingu stig móti Noregi. Hetta er nakað av tí størsta, ið er hent í føroyskari ítróttasøgu yvirhøvur. Hetta er eitt endaspæl móti teimum allarbestu liðunum í Evropa.

Við hesum úrslitinum vóru vónirnar um at koma víðari ikki heilt mistar.

[object Object]
Norski málverjin, Torbjørn Bergerud, og føroyski stórspælarin, Elias Ellefsen á Skipagøtu, í avgerðandi løtuni (Mynd: Sverri Egholm)

Ongantíð frammanfyri

Føroyar vóru ongantíð frammanfyri í dystinum, men noktaðu at geva seg. Málverjarnir gjørdu mun - serliga Nicholas Satchwell - og Elias Ellefsen á Skipagøtu og Teis Horn Rasmussen gjørdust javnsettir toppskjúttar.

Føroyska avrikið var framúr, og liðið vísti heilt góðan anda í javna og inntensa dystinum við at venda 23-26 til 26-26 uppá tveir minuttir.

Frammanundan hesum høvdu Føroyar ikki skorað í nærum níggju minuttir, men góðar verjustøður og nakrar bjargingar frá Paula Jacobsen hildu okkum inni. Frammanundan hesum hevði Nicholas Satchwell staðið heilt væl. Málverjin, ið til dagliga spælir í Noreg hevði tíggju bjargingar - stóð við 40 prosentum.

[object Object]
Norski stjórnileikarin Sander Sagosen í skotroynd móti Nicholas Satchwell 

Allar myndirnar frá søguliga kvøldinum

Nøkur hagtøl
Dystargongdin:
5 min: 2-4
10 min: 4-5
15 min: 7-9
20 min: 9-10
25 min: 11-12
30 min: 12-13

35 min: 14-16
40 min: 17-18
45 min: 20-20
50 min: 23-23
55 min: 23-25
60 min: 26-26

[object Object]

Bjargingar:
Pauli Jacobsen 4/15 
Nicholas Satchwell 10/25

Tekniskar villur:
Føroyar: 9
Noreg: 8

Útvísingar:
Føroyar: 7
Noreg:5

Føroyskir málskjúttar:
Teis Horn Rasmussen 5
Elias Ellefsen á Skipagøtu 5 (2)
Hákun West av Teigum 4
Rói Berg Hansen 3
Óli Mittún 3

Vilhelm Poulsen 3
Kjartan Johansen 1
Leivur Mortensen 1
Pætur Mikkjalsson 1

(Brend skot: 18)


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 13. Jan 2024

34 Leygardagur 20. Jan 2024

Bredsdorff: Serliga okkara verjuspæl var heimsklassi

- Við einum toppspælara sum Eliasi á Skipagøtu ber til at spæla 7 móti 6 allan dystin. Okkara spælarar hava sjálvsálitið til at gera tað

(Mynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

Tað var ein sera fegin og errin Peter Bredsdorf Larsen, sum á middegi dagin eftir Noregsdystin hitti føroysku og altjóða pressuna.

Venjarin brúkti sítt útlegg til at vísa á hagtøl, sum teir høvdu funnið fram, og sum vísa hvør styrkin hjá føroyska liðnum í veruleikanum var leygarkvøldið.

- Vit spældu frálíkan hondbólt. Móti Slovenia vunnu vit í kontraspælinum. Móti Noregi stóð tað 7-7 til hvørt lið í kontraálopum. Tað er eitt óvanliga stórt avrik av okkum. Vit spældu móti eini av heimsins sterkastu hondbóltstjóðum, meðan fleiri á okkara liðið til dømis spæla í næstbestu deildini í Danmark, segði Peder Bredsdorff.

Eisini helt hann tað vera eitt gott avrik, at Føroyar einans høvdu seks ‘playing fouls’, altso mistu bóltin í álopi. Noreg hevði einans 4, sum er tekin um hvussu gott norska liðið er.

[object Object]Føroyska verjuspælið riggaði framúr væl móti Noregi. Her Peter Krogh (nr. 45) og Vilhelp Poulsen (Mynd: EHF)

Verjuspælið fekk heiðurin

Men Peter Bredsdorff gav serliga føroyska verjuspælinum heiðurin fyri góða úrslitið.

- Vit vardu framúr væl – høvdu 11 bjargingar. Noreg fekk bert 26 mál og bert 37 skot á málið. Tað er ikki vanligt fyri eitt so stórt hondbóltsland móti einum so lítlum.

Tí rósti venjarin serliga sínum verjuleikarum fyri eitt framúr avrik, serliga tá hugsað verður um, at hetta var fyrstu ferð at nógvir av føroysku leikarunum møttu stóru stjørnunum sum Sagosen, Johannessen, Rød og hinum stórspælarunum.

Og so kundi Bredsdorff, sjálvandi, ikki lata vera við at nevna, at stórspælarin og -skjúttin Sander Sagosen einans fekk tvey mál í dystinum. Gøran Johannesen fekk eisini einans tvey í vanligum álopsspæli, hini málini hann fekk var í snarálopum.

[object Object]
Peter Bredsdorff Larsen í gjár (Mynd: Sverri Egholm)

Eru bara djarvir um tað gevur meining

Útlendskir fjølmiðlar undraðu seg yvir, at føroyski venjarin ikki nevndi avgerðina um at spæla 7 móti 6 longu frá fyrsta minutti. Tað var ein djørv avgerð, sum kundi endað heilt galið, helt journalisturin hjá evropeisku hondbóltssamgonguni, EHF.

Bredsdorff svaraði við at vísa aftur, at teir høvdu tikið eina djarva avgerð.

- Vit eru bara djarvir um tað gevur meining, og tað gjørdi tað í gjárkvøldið.

- Eg skal viðganga, at sjálvur eri eg ikki tilhangari av 7 móti 6 spæli, tað verði eg kanska eftirhondini, legði hann afturat læandi, og grundgav:

- Tá vit hava ein heimsklassaspælara sum Elias á Skipagøtu við, so gevur tað meining. Hann er millum teir allarbestu í 7 móti 6 spæli, og tað var eisini Elias sjálvur, sum trýsti á fyri at byrja dystin soleiðis, viðgekk Peter Bredsdorff.

- Hatta var ein liðavgerð. Vit vita, at tað riggar. Og tað riggar tí okkara leikarar hava sjálvsálitið til at kunna gera tað Minst til, at vit gjørdu bert seks feilir í álopinum, hóast við lupu á við ongum málmanni.

- Hvat fingu spælararnir at vita í leikbránum tá einans 12 sekund vóru eftir, vildi EHF-journalisgurin vita.

- Satt at siga veit eg ikki hvussu tað bar til hjá okkum at vinna. Eitt heimsklassalið sum Noreg átti at fingið hasi sekundini at ganga og fingið bóltin út til horna ella okkurt líknandi. Men Elias er klókur og fangar bóltin. Hepni skal til og tað lukkaðist. Men tað var eisini uppiborið, segði Peter Bredsdorff Larsen.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 14. Jan 2024

35 Leygardagur 20. Jan 2024

Norski venjarin: - Serliga Elias gjørdi tað trupult fyri okkum

Bredsdorff ætlar sær at vinna móti Polandi mánadagin, men væntar ikki at Noreg tapir so nógv móti Slovenia, at Føroyar koma víðari

Jonas Wille, norskur landsliðsvenjari (Savnsmynd: EPA)
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

Tað var ein foyur norskur venjari, sum møtti til tíðindafundin eftir javnleikin móti Føroyum. Kanska heppið fyri hann, at tað ikki vóru so nógvir miðlar til staðar – og ongir úr Noregi.

Jonas Wille var eyðmjúkur í síni fráboðan.

- Tit gjørdu tað trupult fyri okkum. Serliga Skipagøtu gjørdi tað trupult fyri okkum. Men tað gjørdi málmaðurin (Nicholas Satchwell, -red.) eisini, serliga í endanum av fyrra hálvleiki og byrjanini av seinna. Vit spældu væl tá, men vit fingu ikki bóltin inn.

- Vit høvdu fyrimunin gjøgnum tað mesta av dystinum, men ávísar hendingar leiddu til tann serliga endan. Tað var ein smeitur fyri okkum, tí tað varð væntað av okkum, at vit fóru at vinna.

- Føroyingar spældu ein frálíkan dyst, og tað vil eg ynskja Føroyum til lukku við.

Upp á okkara fyrispurning, um hansara leikarar kendu trýstið frá talríku føroysku fjøldini, svaraði Jonas Wille, at tað nokk ikki varð galdandi fyri hansara leikarar.

- Áskoðarafjøldin lyfti teir føroysku leikararnar, tað var týðuligt. Tað, sum okkara leikarar vóru trýstir av, vóru meira væntaninar heimanífrá um at skula vinna við 10-15 málum móti føroyingum.

Flott at halda Noreg á 26 málum

Peter Bredsdorff Larsen var, sum vera mann, meira lættur í sinni á tíðindafundinum, og hann hevði eisini lovorð til áskoðararnar fyri dygga stuðulin, sum lið hansara fekk.

- Hetta var ein harður dystur  móti einum góðum liði. Men vit vistu, at um vit komu upp á sama støði, sum vit høvdu móti Slovenia, so høvdu vit ein møguleika, segði Peter Bredsdorff.

- Vit gagnnýttu møguleikan og fingu stig.

Tað, sum Bredsdorff tó segði seg vera mest ernan av var, at tað eydnaðist Føroyum at halda Noregi niðri á 26 málum. Tað er 'crazy' helt hann, tá hugsað verður um, at bróðurparturin av føroysku spælarunum spæla í donsku 2. deild.

Peter Bredsdorff viðgekk, at føroyingar vóru hepnir við at fáa javnleik.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 13. Jan 2024

36 Leygardagur 20. Jan 2024

Polendingarnir vóru ov sterkir

Okkara málverjar fingu tíverri ikki gongd á sínar bjargingar, og tað var helst høvuðsorsøkin til, at tað ikki eydnaðist okkum at standa polendingum kurl mánakvøldið

(Mynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen & Agnar Prestá

Eins og venjarin, Peter Bredsdorff Larsen ávaraði um frammanundan, so er Poland eitt sterkt lið við stórum og sterkum einstaklingum.

Og tað vísti seg, at tað vóru teir báðir, sum frammanundan vóru útpeikaðir sum lyklaleikarar, ið drupu føroyska spælið.

Vinstri bakkurin, Szymon Sicko, skoraði 10 mál í 11 royndum, og strikuspælarin, Kamil Syprzak, 9 í 11 royndum. Fleiri av málunum vóru upp á brotskast.

Men eisini polski málverjin stóð væl, tók 11 av 35 skotum, ið gevur eitt bjargingarprosent upp á 31,4.

Føroysku málverjarnir hinvegin høvdu ikki tann besta dagin í dag. Pauli Jacobsen tók 3 av 24 og Nicholas Satchwell tók 3 av 13.

Men vit vunnu greitt dystin um áskoðaraplássini, og so varð Elias Ellefsen á Skipagøtu enn einaferð, og væl uppiborið, valdur til dagsins leikara.

[object Object]Føroysku málverjarnir fingu ikki gongd í bjargingarnar í kvøld, tíverri (Mynd: Sverri Egholm)

Við hesum er spenningurin eisini av í bólki D.

Polski sigurin gjørdi, at Føroyar misti sín møguleika at koma víðari. Poland hevði longu undan dystinum spilt sín kjans.

Harvið vistu bæði liðini, at tey vóru komin víðari, tá dysturin millum Solvenia og Noreg byrjaði seinni á kvøldið. Slovenia vann 28-27, og hevur sostatt betri útgangsstøði í miðumfarinum.

Sí myndirnar: Føroyar fullu við æru

[object Object]
Dagsins leikari, Elias Ellefsen á Skipagøtu (Mynd: Sverri Egholm)

Hagtøl frá dystinum

Dystargongdin:

5 min: 3-3
10 min: 6-5
15 min: 9-8
20 min: 11-10
25 min: 13-13
30 min: 15-15

35 min: 17-18
40 min: 19-20
45 min: 20-20
50 min: 25-26
55 min: 26-28
60 min: 28-32

Bjargingar:
Nicholas Satchwell 3/13 = 23 prosent
Pauli Jacobsen 3/24 = 12,5 prosent

Samanlagt 6 føroyskar bjargingar
(Pólski málverjin hevði 11 bjargingar (31 prosent)

Útvísingar:
Føroyar: 5
Pólland: 6

Føroyskir málskjúttar:
Hákun West av Teigum 10 (8)
Elias Ellefsen á Skipagøtu 9
Vilhelm Poulsen 2
Rói Berg Hansen 2
Óli Mittún 2
Teis Horn Rasmussen 1
Helgi Hildarson Hoydal 1
Leivur Mortensen 1

(Brend skot: 14)

Elias Ellefsen á Skipagøtu hevði flest assist - næstseinastu hond á - og varð kosin til dagsins spælara. 

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 15. Jan 2024

37 Leygardagur 20. Jan 2024

Bredsdorff: - Hetta var dreingir móti monnum

- Men tit koma til at síggja meira til okkum í framtíðar kappingum, segði føroyski venjarin á almenna tíðindafundinum eftir dystin móti Polandi

Peter Bredsdorff Larsen leggur leikarunum lag á móti Polandi í kvøld (Mynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

Føroyski landsliðsvenjarin ásannaði, at tað var ein dystur millum tvey heilt ymisk lið og tveir heilt ymiskar hondbóltsstílar, sum hittust í Berlin mánakvøldið.

- Eins og eg hevði óttast frammanundan, so gjørdist Poland okkara størsta forðing. Eg haldi, at tit vóru tað besta liðið, sum vit hava møtt í hesi kappingini, segði Peter Bredsdorff Larsen við polska starvsfelaga sín á tíðindafundinum eftir dystin.

- Vit stríddust við tí, vit høvdu, men hetta var dreingir móti monnum, sum vit sóu á vøllinum í kvøld. Eg skal viðganga, at eg framvegis trúði upp á sigur, tá tað stóð 26-26 seint í dystinum, men so skrædnaði tað fyri okkum.

Polski venjarin, Michal Skórski, var fáorðaður á tíðindafundinum.

- Eftir tveir ósigrar skuldu vit vinna í kvøld, og tíbetur eydnaðist tað fyri okkum uttan at nakar kom til skaða.

- Men eg má rósa Peter Bredsdorff fyri at hava gjørt eitt gott arbeiði. Føroyar eru eitt gott lið, staðfesti polski venjarin.

Hvat nú, vildi ein av útlendsku miðlamonnunum hava at vita, hvat verður tað næsta hjá føroyska landsliðnum?

- Vit komu higar fyri at skapa góð úrslit, og tað er eisini ætlanin hjá okkum framyvir. Hetta er ikki tað seinasta, sum tit hava sæð til hetta liðið. Tit mugu minnast til, at vit eru liðið við lægsta miðalaldri, go hesir dreingirnir hava framtíðina fyri sær, og tað eru eisini nakrir ungir spælarar afturat, sum standa og bíða eftir at sleppa við, segði Peter Bredsdorff.

- Vit hava nú funnið okkara heilt egna stíl, sum byggir upp á kvikleika. Vit spæla eitt slag av hondbólti, sum onnur ikki spæla, spennandi hondbólt, og tað er framvegis okkara ætlan at skapa stór úrslit, segði Peter Bredsdorff Larsen.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 15. Jan 2024

38 Leygardagur 20. Jan 2024

Næstan 90 prosent av føroyingum hugdu eftir EM-hondbólti

Stórur áhugi fyri EM-dystunum hjá Føroyum. 88,6 prosent siga seg hava hugt eftir Føroyar-Noreg leygarkvøldið, vísir kanning

(Mynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Kanning sum Spyr.fo hevur gjørt fyri Kringvarpið vísir at áhugin fyri EM millum føroyingar er sera stórur. Tað skrivar kvf.fo.

Serliga var tað dysturin millum Føroyar og Noreg sum hevði stóran áhuga millum hyggjararnar. 88,6 prosent av teimum spurdu svaraðu, at tey hugdu eftir spennandi dystinum móti Noreg, sum endaði 26-26.

84 prosent sóu dystin millum Føroyar og Pólland mánakvøldið, og 76,2 prosent sóu fyrsta dystin, sum var ímóti Slovenia hóskvøldið 11. januar.

Bara 8,8 prosent søgdu seg ikki hava sæð nakran dyst í sjónvarpinum.

- Vit hava ikki sæð so stór hyggjaratøl áður. Gaman í hava vit ikki hyggjaratøl fyri eitt nú valsendingar ella ólavsøkusendingar, har vit vita, at hyggjaratølini eisini eru høg, men hetta var nakað heilt serligt, sigur Ivan Hentze Niclasen, kringvarpsstjóri.

[object Object](Mynd: Sverri Egholm)

Einir 4000-5000 føroyingar vórðu í Berlin til teir tríggjar dystirnar hjá Føroyum.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 18. Jan 2024

39 Leygardagur 20. Jan 2024

H71 dreingirnir gjørdu reint borð

Tvey lið hjá H71, U14-dreingir og U16-dreingir, spældu farna vikuskiftið móti trimum lokalum dreingjaliðum úr Berlin. Teir vunnu allar

Ungur hoyvíkingar í gjøgnumbroti (Mynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

Í samband við at nógvir ungir hoyvíkingar vóru í Berlin fyri at hyggja eftir A-landsliðnum, tóku venjarar og foreldur hjá H71 stig til venjingardystir í vikuskiftinum.

Fríggjadagin vunnu U14-dreingirnir flottan sigur, 35-28, á stórfelagnum Fücshe Berlin.

Bæði U14 og U16 dreingjaliðini vóru í dysti leygardagin, tá felagið Pfeffersport var á skránni. U14 dreingirnir vunnu 36-30, og U16 dreingirnir vístu rættiliga berlinarunum hvar skápið skal standa við einum 40-24 sigri.

Sunnudagin spældu D14 dreingirnir triðja dystin, sum var móti móti OSF Berlin. Aftur her vunnu hoyvíkingar greitt 37-26.

Portalurin var til staðar í skúlahøllini OSZ Sportshalli.

Allar myndirnar síggjast her

[object Object]

[object Object]

[object Object]

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 13. Jan 2024

40 Leygardagur 20. Jan 2024

Haakon Lunov er nýggjur høvuðsvenjari í Klaksvík

41-ára gamli norðmaðurin hevur ikki nógvar royndir sum høvuðsvenjari men nógvar sum hjálparvenjari og greinari - millum annað í bestu norsku deildini, í Everton og í Celtic

Lunov hevur seinastu árini verið venjari í lægru norsku deildunum - hjá IF Fram. Nú skal hann taka við eftir Magna Hoseth og standa á odda fyri trýfaldu føroyameistarunum, sum hava Champions League-dystir í summar (Mynd: ki.fo)
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

KÍ hevur nú funnið avloysaran hjá Magna Hoseth. Lagt varð upp til, at tað gjørdist Eirik Bakke, sum var í Klaksvík farna vikuskiftið, men royndi norðmaðurin bakkaði út av familjuávum.

Tað er ein triði norðmaður, sum nú hevur gjørt ein sáttmála við KÍ. Talan er um ein trý-ára sáttmála millum føroyameistararnar og 41-ára gamla Haakon Lunov. Hesum boðaði KÍ frá hóskvøldið.

- Nevndin í KÍ hevur arbeitt við at finna nýggjan venjara í eina tíð, eftir at Magne Hoseth skifti til Lyngby. Og nú er sáttmáli gjørdur við norska venjaran Haakon Lunov. Talan er um ein venjara við royndum í norskum fótbólti. 

Um nýggja venjarin skrivar Klaksvíkar Ítróttarfelag, at hann hevur UEFA Pro Licence venjara útbúgving, og hevur verið venjari og hjálparvenjari í bestu deildini í Noregi, umframt teimum lægru. Eisini hevur Haakon Lunov arbeitt við spælaramenning í bæði Celtic og í akademinum hjá Everton FC, og hann er útbúgvin bachelor í vísindum og fótbólti. 

[object Object]
Haakon Lunov hevur staðið á odda fyri IF Fram síðstu trý árini. Liðið flutti í fjør niður úr triðbestu norsku deildini

Lunov hevur síðst verið venjari í triðbestu norsku deildini. Hetta var hjá IF Fram - liðið endaði 2023 sum niðurflytari og skal í ár spæla í fjórðbestu deildini - Lunov skal standa á odda fyri trýfaldu føroyameistarunum, sum millum annað skulu spæla tveir dystir í Champions League.

Nýggi venjarin hjá KÍ er annars við í tekniska toyminum hjá UEFA, sum eygleiðari og greinari, og hann skrivar teknisku frágreiðingarnar frá Champions League og Evropa League. 

- Vit eru sera fegin um at hava fingið sáttmála við Haakon Lunov, og vit gleða okkum til samstarvið, sigur Tummas Lervig, formaður í KÍ. 

Nýggi venjarin kemur til Føroya mánadagin, tá ið fyrireikingarnar til komandi kappingarár av álvara fara í gongd. Og 30. januar fer KÍ hópurin á venjingarlegu í Portugal sum liður í fyrireikingunum til landskappingina, sum fer í gongd í mars.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 18. Jan 2024

41 Leygardagur 20. Jan 2024

B36 hevur fingið norskan miðverja í hópin

26-ára gamli Thomas Rømo Lillo kemur úr Hødd í næstbestu norsku deildini, har hann spældi 24 dystir í 2023

- Hann er 1,86 metrar høgur sterkur á bóltinum, góður í ein ímóti einum støðum og annars ein sera professionellur leikari bæði á og uttanfyri vøllin
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

B36 hevur skrivað undir við nýggjan miðverja. Talan er um 26-ára gamla Thomas Rømo Lillo úr Noregi. Hann hevur spælt fyri Hødd IL síðani 2022. Fyrsta árið var tað í triðbestu deildini, har hann, Jann Benjaminsen og hinir fluttu upp.

Lillo hevði tá spælt beint yvir 70 dystir í triðbestu deildini. Í fjør spældi miðverjin 24 dystir og skoraði tvey mál í OBOS-deildini. Nú flytir hann til føroyska høvuðsstaðin og B36, har Thomas Lillo verður liðfelagið við Jann Benjaminsen aftur. Nýggi spælarin veðrur lýstur á hendan hátt.

- Thomas er ein sera stinnur miðverji. Hann er 1,86 metrar høgur, sterkur á bóltinum, góður í ein ímóti einum støðum og annars ein sera professionellur leikari bæði á og uttan fyri vøllin.

Thomas er ein spælari vit hava verið eftir síðan kappingin endaði. Skjótleikin og tær dygdirnar hann hevur á bóltinum passa sera væl til spælistílin hjá okkum, og eru vit sera glaðir fyri at hann hevur skriva undir her, sigur Dan Brimsvík.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 15. Jan 2024

42 Leygardagur 20. Jan 2024

Mikkel Dahl heldur fram í HB

30-ára gamli danski áleyparin hevur higartil skorað 59 mál í 81 dystum fyri HB og skal aftur í ár fáa mál og stig í hús fyri felagið

Mikkel Dahl hevur skorað eina rúgvu av málum fyri HB - millum annað sum her í hálvfinaluni í kappingini um Løgmanssteypið í fjør, tá hann skeyt bæði málini hjá liðnum. HB vann steypakappingina (Mynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

HB skal framvegis hava fleiri sáttmálar afturat uppá pláss til 2023, og í gjárkvøldið var ein umráðandi undirskrift kunngjørd.

Mikkel Dahl kom til felagið á summri 2020 og var við at skjóta HB til FM við 14 málum í 13 Betrideildardystum. HB vann greipuna hetta árið, og í fjør skoraði Mikkel Dahl bæði málini fyri HB í seinnu hálvfinaluni móti 07 Vestur, ið teir reyð-svørtu vunnu 2-1. Sigursvanda felagið vann eisini finaluna um Løgmanssteypið.

Nú 30-ára gamli danin hevur harvið vunnið trý steyp fyri felagið. Mikkel Dahl hevur spælt fyri HB í tvey og eitt hálvt ár - í 2021 setti Mikkel føroyskt met við 27 málum í 25 Betrideildardystum, og skoraði hann eisini móti Maccabi Haifa í Conference League.

Um hugt verður eftir tølunum á FaroeSoccer, so hevur áleyparin skorað 59 mál í 81 dystum fyri HB. Eftir eitt ár í Íslandi í 2022 vendi Mikkel Dahl aftur til Føroyar og HB í fjør, og skoraði hann í miðal í umleið øðrum hvørjum dysti. Í 2024 verður Dahl, ið eisini er arbeiðssamur og umráðandi í fyrsta trýstinum, aftur ein lykil.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 18. Jan 2024

43 Leygardagur 20. Jan 2024

Heðin Askham legst afturat venjarartoyminum í Hoyvík

FC Hoyvík hevur sett Heðin Askham sum hjálparvenjara afturat Bill McLeod Jacobsen, sum er høvuðsvenjari

(Savnsmynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

FC Hoyvík hevur gjørt avtalu við roynda venjaran Heðin Askham, sum nú legst afturat venjaratoyminum hjá 1. deild monnum sum hjálparvenjari saman við Bill McLeod Jacobsen, høvuðsvenjara.

Árini 2006-2014 arbeiddu teir báðir saman á føroysku U19 og U21 landsliðunum hjá dreingjum, har teir fingu nógv góð úrslit. Millum annað bestu stigaúrtøku nakrantíð.

- Drúgvu royndir teirra við bæði ungdómi og vaksnum hava stóran týdning í Hoyvík, her ein av stóru uppgávunum er at byggja brýr millum ungdóms- og vaksnamannafótbóltin í felagnum, skrivar FC Hoyvík.

Sum høvuðsvenjari hjá EB/Streymi vann Heðin Askham føroyameistaraheitið í 2012 og var steypavinnari í 2010 og 2011. Umframt hetta hevur hann vant fleiri feløg í bestu deildini.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 17. Jan 2024

44 Leygardagur 20. Jan 2024

TB vann á KÍF í Bónus-kappingini

Bónus-kappingin, kvinnur: KÍF – TB 1-3 (22-25, 26-24, 17-25, 22-25)

 
SkrivaÐ:

Innsent

KÍF hevur givið øllum liðum mótstøðu í ár, men samstundis hava avrikini gjøgnum heilar dystir verið ov óstøðug til at vinna teir, og tað sást aftur í steypakappingini farna vikuskiftið, tá TB vitjaði í Kollafirði og vann 3-1.

Eftir at KÍF hevði lagt seg framum 8-5 í fyrsta setti, vann TB fimm stig á rað og fór framum 10-8, áðrenn KÍF javnaði til 10-10 eftir smasjj og serviess frá Elsu Samuelsen, sum sum sló nógv og hart gjøgnum allan dystin og var eisini stinn í blokkinum. Tað sá út til, at tað fór at kosta KÍF settið, tá tær taptu seks av teimum næstu sjey bóltunum, og støðan gjørdist 11-16 og síðani 15-20, men eftir leikbrá bardi KÍF seg inn aftur í settið og javnaði til 20-20. Gleðin gjørdist tó stokkut, tí TB vann tríggjar teir næstu bóltarnar, og síðani settið 25-22.

Í øðrum setti rann KÍF fyri tað mesta aftaná, tó at TB hevði trupult við veruliga at slíta seg leyst. Men settið tóktist at verða komið undir land, tá TB legði seg á odda 24-21, men fimm bóltar seinni hevði KÍF vent øllum á høvdið og vunnið settið 26-24.

Eftir hetta gekk av skriðuni hjá KÍF, sum eftir javnleik 7-7 í fjórða setti misti alt á gólvið. Sharon Haynes servaði TB frá 12-9 til 18-9, áðrenn TB vann 25-17 – hesaferð við smassji mitt fyri frá Sharon.

KÍF kom tó fyri seg aftur og legði seg á odda 6-1 í fjórða setti, men leiðslan var alt fyri eitt spilt burtur, og TB javnaði til 6-6 eftir leikbrá, har venjarin hevði havt stóru stavirnar frammi. KÍF endurvann sær kortini leiðsluna og kom upp á 11-6, men aftur javnaði TB til 12-12. KÍF togaði seg framumaftur 16-15, men fýra stig á rað til TB gjørdust avgerandi, og hesa ferð megnaði TB at halda fast og vinna settið 25-22, eftir at liðskiparin Johanna Christiansdóttir langaði bóltin í postkassan hjá KÍF.

Støðan í bólki 2 eftir eitt umfar í Bónus-kappingini er tann, at Dráttur og TB hava 3 stig, meðan KÍF og Fleyr hava onki stig. 

Tvey tey bestu liðini í hvørjum bólki spæla hálvfinalur í Klaksvík leygardagin 10. februar. Sjálv steypafinalan verður í Havn tvær vikur seinni, 24. februar.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 13. Jan 2024

45 Leygardagur 20. Jan 2024

Flogbóltur: Oddaliðið Dráttur misti stig ímóti KÍF

Finaluvónin hjá TB svann eftir ósigur fyri Fleyr

Dráttur
SkrivaÐ:

Innsent

Føroya Tele-deildin, kvinnur
KÍF – Dráttur 2-3 (25-15, 20-25, 25-20, 15-25 8-15)

Dráttur er framvegis ósigrað í kappingini, men fyri triðju ferð var oddaliðið kroyst út í fimm sett, tá KÍF sunnudagin vann sítt fyrsta stig síðani 22. oktober, tá kollfirðingar høvdu vunnið báðar sínar fyrstu dystir í kappingini.

KÍF legði grundina í fyrsta setti, tá tær fóru frá 5-6 upp á 12-6 og 15-7. Dráttur megnaði ikki at svara aftur, og so vann KÍF 25-15. Aftursvarið kom tó í øðrum setti, tá Dráttur legði seg á odda 12-6 og megnaði at halda munin, tað sum eftir var av settinum, sum Dráttur vann 25-20.  

Í triðja setti gekk javnt á til 11-11, tá KÍF sleit seg leyst við seks stigum í einum háli, og legði seg á odda 17-11. Eftir hetta var settið ongantíð í vanda, og KÍF vann 25-20.

Sostatt hevði KÍF tryggjað sær sítt fyrsta stig í Føroya Tele-kappingini síðani annað umfar. Spurningurin var nú, um tað skuldi gerast til trý, tvey ella eitt stig. Men skjótt sást, at tað fór í øllum førum ikki at gerast til trý stig, tá ið Dráttur leyp avstað í fjórða setti og legði seg á odda 8-0 og 11-1, áðrenn settið varð vunnið 25-15.

Í javnbrótaranum gjørdi Dráttur enn eitt skarvslop og fór framum 5-1, men KÍF svaraði aftur og javnaði til 5-5. Gleðin var tó stuttlívað, tí Dráttur vann seg framumaftur 8-5, og hesaferð megnaði KÍF ikki at svara aftur, og so vann Dráttur 15-8. 

TB – Fleyr 0-3 (22-25, 23-25, 8-25)
Eftir tap fyri Fleyr sunnudagin tykist vónin hjá TB at røkka finaluplássinum at vera fokin nú tey sjey stigini, sum vóru á muni millum liðini, øktust upp í tíggju, tó at TB hevur leikt ein dyst færri.  

Fleyr tók fyrsta settið 25-22, eftir at TB hevði barst seg upp á javnleik 19-19, eftir at hava verið aftanfyri 14-19. Fýra á rað frá 20-20 til 24-20 til Fleyr gjørdust tó avgerandi. 

Í øðrum setti dró Fleyr so líðandi frá, og legði seg á odda 19-12, men tað var um reppið, at TB ikki  javnaði, tá tær yvirlivdu fýra settbóltar og komu upp á 23-24. Men við tí fimta settbóltinum eydnaðist Fleyr at vinna.

Eftir hetta fór TB í svart – í fluttari merking – og Fleyr legði seg á odda 6-0 og 12-1, og so var bara spurningur um hvussu nógv, Fleyr skuldi vinna. Tað gjørdist til 25-8.

Støðan í Føroya Tele-deildini, kvinnur, er tann, at Dráttur hevur 27 stig, Fleyr 20, SÍ 15, Mjølnir 11, TB 10, KÍF 7 og Ternan 0 stig. Mjølniran og Tern fyri 7 dystir, TB fyri 8, Fleyr og SÍ fyri 9 og Dráttur og KÍF fyri 10 dystir.

Næstu tvær vikurnar verða eingir dystir í landskappingini, tí spælt verður í bólkaspælinum í steypakappingini.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 15. Jan 2024