Leygardagur 27. Jan 2024 | Nr. 4 | Árgangur 5 | Kr. 0,00
SíÐa 20
SíÐa 7
SíÐa 34
SíÐa 32
SíÐa 66
SíÐa 52
Nýggj útgáva hvønn leygarmorgun kl. 7
Endiliga varð latið upp fyri pakkanum, sum vit hildu fór at eita ‘gongd í haga’, men sum nú hevur fingið navnabroyting til “lóg um burðardygga ferðavinnu”.
18 paragraffir, sum fylla góðar tríggjar A4-síður. Tað var tað, sum tað bleiv til. Hvørt talan er um gott lógarsmíð, eru vit ikki før fyri at meta um í skrivandi løtu.
Men tað er undrunarsamt, hvussu illa tað gongst hjá landsstýrissamgonguni at skapa undirtøku fyri sínum politiskum átøkum.
Landsstýrismaðurin hevði ikki meira enn takkað fyri seg á tíðindafundinum, áðrenn atfinningarnar og skuldsetingarnar um brot grundleggjandi rættindi og ágang móti ognarrættinum, heglaðu niður yvir hann.
Tað er týðuligt, at talan ikki er um eitt uppskot, sum er væl móttikið av búnaðarstættini. Hinvegin var annað ikki væntandi. Vit vita av royndum, hvussu trupult tað er yvirhøvur at gera broytingar, tá tað kemur til jarðarlógir. Búnaðarmenn hava altíð havt gott tak á politisku skipanini og hava verið dugnaligir til at vart síni áhugamál.
Tí skal landsstýrismaðurin hava rós fyri at hava dirvi til at ganga hesi valdsmiklu stætt ímóti við hesum lógaruppskoti.
Í fyrstu atløgu kunnu vit siga, at tað er gott – ógemeina gott – at lógin nú setir bann fyri gjaldsportrunum, ið hava skemmað føroysku náttúruna hesi seinastu 4-5 árini.
Tað er eisini kærkomið hjá okkum jarðarleysu, at vit fáa ein lógarfestan rætt til at at ferðast í føroysku náttúruni, umenn ikki frítt, so í hvussu so er ikki uttan góðar grundgevingar.
Í triðju atløgu er tað eisini gott, at tað yvirhøvur kemur ein lóg um gongd í haga. Tí alt er betur enn tað óskipaða óskilið, ið hevur verið ráðandi hesi seinastu árini.
Tá tað er sagt, so kann spurnartekn setast við, um tað er gott lógararbeiði at orða eina so grundleggjandi og umfatandi lóg í 18 paragraffum og trimum A4-síðum. Lógaruppskotið sær út til at vera ein rammulóg, nakrar grundleggjandi staðfestingar, og síðan er tað upp til onnur enn landsstýrið at fylla lógina út við reglugerðum, skipanum og ásetingum.
Harvið er eisini lagt upp til hópin av ivaspurningum. Allar teir ivaspurningar – og teir eru nógvur – sum lógin ikki gevur svar uppá, og sum landsstýrismaðurin heldur ikki vildi taka støðu til á tíðindafundinum fríggjadagin.
Vit loyva okkum tí at ivast í, um tað fer at eydnast landsstýrinum at fáa málið í gjøgnum politisku skipanina áðrenn turistarnir byrja at streyma til Føroyar aftur móti sumri í ár.
Jú fleiri ivaspurningar eru, tess fleiri svar eru, sum løgtingið skal hava svar uppá áðrenn málið er búgvið til atkvøðugreiðslu.
Helst skal málið til víðari viðgerð í løgtingsins vinnunevnd eftir fyrstu viðgerð í tingsalinum. Og í hesari nevndini er tað andstøðan, sum eigur meirilutan. Spurningurin er so, hvussu altráð andstøðan er at skunda hetta málið ígjøgnum. Ein kann gott sita við illgrunanum um, at málið verður drigið út, kanska so nógv, at tað ikki er búgvið til avgreiðslu áðrenn tingið fer í summarfrí.
Spennandi verður at fylgja...
Talan er ikki longur um 'gongd í haga', men um at skapa eina 'burðardygga ferðavinnu'
Í gjár var ætlanin hjá landsstýrinum viðvíkjandi málunum um “gongd í haga” gjørd almenn. Hetta hendir nú lógaruppskotið er sent út til almenna hoyving.
Men Høgni Hoydal og Uttanríkis- og vinnumálaráðið hava vent málinum á, og nevna tað ikki “gongd í haga” men “Lóg um burðardygga ferðavinnu”.
Talan er um eina lutfalsliga stuttorðaða lóg í 18 greinum, greiddi Høgni Hoydal frá á tíðindafundi fyrrapartin.
Ásannandi at uppskotið fer at elva til nógv kjak, so er í løtuni ivasamt nær ein nýggj lóg um burðardygga ferðavinnu kann koma í gildi. Tað veldst um, hvussu hon verður móttikin í løgtinginum.
Men ætlanin hjá landsstýrismanninum er, at lógin kann koma í gildi áðrenn gongd kemur á ferðafólkatíðina aftur í summar.
Og tað ber í sær, at krevjast skulu 150 krónur av øllum, sum koma til Føroyar at ferðast. Føroyingar verða undantiknir hesum gjaldi.
Hinvegin merkir tað eisini, at øll gjaldsportur skulu takast niður, tá henda lógin er samtykt, og at tað verður frítt at ferðast hjá føroyingum allastaðni í Føroyum.
(Mynd: Sverri Egholm)
Talan er ikki um ein “almannarætt” staðfesti Høgni Hoydal á tíðndafundinum. Orðið ‘almannarættur’ er ikki sett í lógina, og tað verður ikki heilt frítt, tí lagt er upp til at tey ymisku økini, bygdirnar og kommunurnar sjálvi skulu áseta treytirnar fyri at ferðast á teirra øki.
Yvirhøvur verður stórur partur av umsitingini og avgerðini fyri hvussu ferðafólkavinnan skal skipast løgd út til kommunurnar og lokaløkini. Hetta skal gerast við ferðavinnuætlanum, sum kommunurnar gera saman við jarðareigarum og festarum.
Avgjaldið frá turistunum - tað kann snúgva seg um frá 100 til 145 milliónir krónur - skal býtast út, so helmingurin fer til kommunurnar, fjórðingur til eigararnar og fjórðingur til bygdirnar.
Kommunurnar verða afturfyri álagdar at skipa fyri at lokalar ferðavinnuætlanir verða gjørdar, eins og gerð og viðlíkahald av bygdargøtum og øðrum íløgum, ið skulu gerast í sambandi við ferðavinnuætlanirnar.
Býtislykilin fyri hvussu pengarnir verða býttir, skal gerast sambært eini skipan, har teljingar verða gjørdar av, hvar fólk ferðast úti í náttúruni, soleiðis at tey støð, sum hava størstu vitjan, eisini fáa størsta partin av útlutingini.
Uttanríkis og vinnumálaráðið skrivar soleiðis í tíðindaskrivinum, ið varð sent út fríggjadagin:
Lóg um burðardygga ferðavinnu send til hoyringar
Í mong ár hevur verið hvast alment orðaskifti og politiskt stríð um tað, ið hevur verið rópt “gongd í haga”. Hetta er íkomið av teimum avbjóðingum og møguleikum, sum ein vaksandi ferðavinna hevur við sær.
Ferðavinnan hevur stórar møguleikar við sær fyri búskap, inntøku, vinnu, arbeiðspláss, samferðslu og mentan og at menna okkara egna tilfeingi. Men ferðavinna um allan heim hevur somu avbjóðingar: Hon kann gerast ein altjóða stýrd hópvinna, ið leggur trýst á náttúruna, skerjir frælsi og rættindi hjá fólki og ger fólk til áskoðarar uttan veruliga ávirkan og avgerðarrætt.
Hóast hvast orðaskifti tykist stór semja vera um í Føroyum: At føroyingar hava rætt at ferðast og njóta náttúruna uttan gjøld ella avmarkingar. At ferðavinnan skal skipast so, at náttúran verður vard. At fólk á staðnum hava avgerðarrætt og kunnu skapa inntøkur og arbeiðspláss. At mentan, siðvenjur og aðrar vinnur kunnu mennast og ikki skerjast í sambandi við ferðavinnu. At landbúnaðurin fær nýggjar møguleikar í sambandi við ferðavinnu. At samferðslumøguleikar kunnu betrast. Og at undirstøðukervið verður skipað væl – og skyldur eru hjá øllum at halda reglur og ávísingar.
Tí er eftir samskifti og hoyringar við partar, ið varða av málinum, uppskot gjørt til lóg um burðardygga ferðavinnu, ið skal tryggja hesi endamál.
Endamálsorðing
Lógin hevur sum fyrstu grein hesa endamálsorðing:
Stk. 2. Reglur, fyriskipanir, avtalur o.a. framt eftir hesi løgtingslóg skulu miða eftir at røkka hesum málum.
Fýra høvuðstættir
Fyri at røkka málunum, er lógin bygd um fýra høvuðstættir:
- Hetta verður býtt (við tólum at telja, hvar ferðafólk eru í landinum) við:
- 50% til kommunurnar, 25% til jarðareigarar/brúkarar og 25% til bygdina.
- Øll verða upplýst um reglur og skyldur at kunna seg og halda reglurnar.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 26. Jan 2024
Ein maður hevur seinastu tíðina selt mat, bátamotorar og følsk fiskiloyvi, men fólk hava ikki fingið tað tey hildu seg keypa. Løgreglan veit hvør maðurin er, men viðkomandi er rýmdur av landinum
Seinastu tíðina hevur ein maður selt ymsar vørur á Facebook uttan at fólk hava fingið tað, tey hava keypt. Eitt nú mat, bátamotorar, følsk fiskiloyvi og annað.
Vaktleiðarin á løgreglustøðini sigur, at tey hava illgruna til ein persón, men hann er fluttur til Danmarkar.
Um hann nú er givin at selja, er óvist, men løgreglan veit hvør hann er, og myndugleikararnir í Danmark hava fingið boð um at finna mannin.
Talan er um nakrar túsund krónur í fleiri førum, men vaktleiðarin dugdi fríggjamorgunin ikki at siga hvussu nógvar pengar, maðurin hevur snýtt fyri tilsamans. Nógv hava nevniliga goldið fyri eina vøru, men hava slett ikki fingið vøruna.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 26. Jan 2024
Tað skuldi avgreiðast hósdagin, men bleiv heldur beint aftur í byggi- og býarskipanarnevndina
Umstrídda kirkjan á Argjum skuldi vera fyri á býráðsfundi í Havn hóskvøldið, men tá avtornaði fór málið aftur í nevnd.
Tað er annars komið úr byggi- og býarskipanarnevndini, har tað so nú aftur er endað. Hesaferð var tað einmælt samtykt at beina aftur í nevnd.
Málið snýr seg um at geva byggiloyvi til nýggja kirkju við Støðlagøtu á Argjum. Mótstøða hevur verið móti staðsetingini, og skotið hevur verið upp at flyta kirkjuna longur niðan í bygdina.
Sostatt er enn framvegis avgjørt í málinum um kirkjuna á Argjum.
(Myndir: koma.fo)
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 26. Jan 2024
Fundurin verður týskvøldið 30. januar í Bygdahúsinum í Tjørnuvík
Landsverk bjóðar nú borgarum í Tjørnuvík til ein kunnanaid fund um fyrireikingarnar til Tjørnuvíkartunnilin.
Fundurin verður týskvøldið 30. januar klokkan 19 í bygdahúsinum í Tjørnuvík.
Sigurd L. Lamhauge, stjóri á Landsverk, Dennis Holm, landsstýrismaðurin við samferðslumálum og Jógvan Kruse, borgarstjóri í Sunda kommunu luttaka á fundinum. Høvi verður at seta spurningar inn til verkætlanina.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 26. Jan 2024
Í vikuni hevur Kósin havt vitjan av 2-stjørnaðu Michelin matstovuni Venta Moncavillo, sum liggur í Rioja økinum í Spania
Vitjanin varð samskipað saman við felagnum Bacalaos Alejandra, sum er ein av mongum fiskakeyparum hjá Kósini, og sum dagliga selur fisk frá Kósini til matstovuna.
Matstovan fekk sína fyrstu Michelin stjørnu í 2010 og tann næsta verður givin teimum í ár.
Frammarliga í sponsku matstovuvinnuni
Echapresto beiggjarnir eru sera frammarliga í sponsku matstovuvinnuni. Kokkurin Ignacio varð ársins kokkur í Madrid Fusion 2021, ambassadørur fyri Riojan Cusine 2022 og Michelin Green Star 2023.
Vínkennarin Carlos, varð kosin besti Rioja Sommerlier í 2008 eins og hann hetta árið varð kosin sum tann ”Sommelier, sum kennir best til og breiðir út mentanina um Rioja vín”, finalistur í National Award sum besti Sommelier í Spania 2013, National Gastronomy Award sum besti Sommelier 2016, tvær ferð spanskur meistari í vínsmakking, og Gourmets besti Sommelier í 2022.
Matstovan Venta Moncavillo liggur í eini lítlari bygd við 24 íbúgvum. Og maturin í køkinum er grundaður í nærumhvørvinum, og hvussu urtagarðurin verður heystaður og at hetta er umhvørvisvinarligt.
Urtagarðurin er tann týdningarmiklasti veitarin, og hevur hægstu raðfesting. Garðurin verður brúktur dagliga, soleiðis at kundin altíð fær bestu rávøruna og angan av hesum framleiðslum saman við hágóðsku toskinum.
– Spennandi samstarv
Jógvan Hansen, framleiðsluleiðari á Kósini, sigur í stuttari viðmerking, at hann er takksamur fyri hetta samstarvið, sum er sera spennandi og mennandi fyri starvsfólkini á Kósini, tí fiskurin skal hava allar hægstu góðsku. Hetta klárar Kósin at liva upp til.
Í sambandi við ferðina skipaði Kósin fyri ymsum ferðum kring landið og matstovur í Føroyum.
– Michelin-kokkar eru ógvuliga hugsavnaðir um arbeiðshættir, men eg haldi, at tíðin nú er komin til, at vit hugsavna okkum djúpari um kunnleikan um innihaldið í rávørunum, sigur Ignacio Echapresto Garcia.
Frá vinstru: Ismael Echapresto Barragan, vínframleiðari, Ignacio Echapresto Garcia, kokkur, Angel Flores Gimeno, eigari av Bacalaos Alejandra, og Carlos Echapresto Garcia, sommelier.
Carlos Echapresto Garcia leggur afturat:
– Ferðin til Klaksvíkar hevur givið okkum sera nógv, og hetta fer at taka nógva tíð at sodna, men sum vit frameftir vilja taka við í okkara kunnleika til matvørur. Hetta hevur verið ein ómetaliga góður túrur og uppliving. Vit eru komnir nærri teimum persónunum, sum eiga skipini og arbeiðsfólkunum, sum góðska fiskin. Hetta hevur givið okkum eitt nýtt sjónarhorn upp á, hvat toskur er fyri nakað. Eisini matmentanin í Føroyum tók okkum á bóli, og kom sum ein sera positiv ávirkan á okkum.
Angel Flores Gimeno, sum er fiskakeyparin, og sum selur fiskin til Michelin matstovuna, sigur soleiðis um fiskin í Føroyum:
– Tað fæst ikki betri fiskur enn toskur frá Føroyum, sum er fiskaður í vetrartíðini.
Størsta vónin hjá honum er, at Føroya Banki opnar fyri vinnuligum fiskiskapi, soleiðis at betri atgongd fæst til henda fiskin.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 20. Jan 2024
Dómur er sagdur í málinum um ein løgreglumann, sum hevur misnýtt sítt embæti
Dómur varð týsdagin sagdur í málinum um løgreglumann, sum hevur misnýtt sítt embæti.
Hann bleiv dømdur 40 daga treytaleysa fongsulsrevsing fyri at hava misnýtt sítt embæti sum løgreglumaður. Tað hevur hann gjørt í trimum førum, og í tveimum førum var talan um blúnisbrot.
Tað veit miðilin Frihedsbrevet.fo, sum fylgdi málinum í rættinum mánadagin og týsdagin.
Sambært ákæruritinum hevur 35 ára gamli maðurin skrivað til tríggjar ungar kvinnur um mál, sum ikki vóru til. Millum annað skrivaði hann til eina kvinnu á Instagram, og møtti henni á einum skeinkistaði, har hann "avhoyrdi" hana um eina hending í býnum. Hann spurdi eisini nógvar persónligar spurningar og snoddaði og føldi upp á kvinnuna.
Løgreglumaðurin noktar seg sekan, og hevur nú umhugsunartíð at kæra dómin.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 23. Jan 2024
Uppskot er sent til hoyringar um at avmarka talið á næmingum í hvørjum flokki til 20 – høvuðsendamálið við uppskotinum er at geva lærarum meira tíð til hvønn einstakan næming og harvið geva næmingum betri læriumstøður
Næmingar, sum byrja í 1. flokki frá skúlaárinum 2025/2026 skulu ikki vera fleiri enn 20 í hvørjum flokki. Tað er ætlanin hjá landsstýrismanninum við barna og útbúgvingarmálum.
At avmarka næmingatalið var eitt av tilmælunum í áliti um broytingar í fólkaskúlalógini, sum varð handað Djóna Nolsøe Joensen, landsstýrismanni í fjør, og Barna- og útbúgvingarmálaráðið hevur nú sent uppskot til hoyringar um broyting av grein 20 í fólkaskúlalógini, sum snýr seg um at júst hetta.
– Er næmingatalið í flokkinum hægri enn 20 við skúlaársbyrjan, kann skúlaleiðarin avgera at býta flokkin í tveir flokkar ella seta aðra fyriskipan í verk, stendur í uppskotinum, sum eftir ætlan skal koma í gildi 1. juli 2025.
Byrjað verður við 1. flokki, og skipanin verður síðan rullað út yvir níggju ár og soleiðis sett í gildi eftir níggju árum við einum árligum kostnaði á umleið 4 milliónir krónur.
Høvuðsendamálið við uppskotinum er at geva lærarum meira tíð til hvønn einstakan næming og harvið geva næmingum betri læriumstøður.
– Við at seta inn og geva møguleika fyri at minka um floksstøddina, verður fyrsta stigið tikið til at tryggja tí einstaka næminginum betri úrtøku frá tíðini í fólkaskúlanum, og væntandi kemur hetta átak eisini at betra um trivnaðin hjá børnunum, stendur m.a. í viðmerkingunum til uppskotið.
Víst verður á, at næmingatalið sambært galdandi lóggávu vanliga ikki eigur at fara upp um 24 í hvørjum flokki, men hendan orðingin er ógreið, og hevur hetta merkt, at flokkar eru og hava verið við fleiri næmingum, har tað er trupult hjá lærarunum at røkka øllum.
Freistin at koma við viðmerkingum til uppskotið er mánadagin 5. februar klokkan 12.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 22. Jan 2024
Føroyar eru nú fevndar av UNESCO-sáttmálanum um at verja og fremja margfeldi í mentanarligum úttrykki
UNESCO-sáttmálin frá 2005 um at at verja og fremja margfeldi í mentanarligum úttrykki er nú galdandi í Føroyum.
Sirið Stenberg, landsstýriskvinna við almanna- og mentamálum, fegnast um, at sáttmálin er settur í gildi fyri Føroyar, tí hann er við til at styrkja mentanarpolitiska arbeiðið at veita listafólki, stovnum og feløgum á mentanarøkinum góð og virðilig kor at virka undir.
Í dag hava 152 lond umframt ES tikið undir við UNESCO-sáttmálanum, harundir Ísland, Danmark, Noreg, Svøríki, Finnland, Áland og nú eisini Føroyar.
Tað var føroyska UNESCO-nevndin, sum hevur til uppgávu at veita landsstýrinum ráð, sum í mai 2022 mælti til at taka undir við UNESCO-sáttmálanum. Landsstýriskvinnan við mentamálum, sum eisini varðar av UNESCO-nevndini, heitti á landsstýrismannin við uttanríkis- og vinnumálum um at taka neyðugu formligu stigini soleiðis at Føroyar blivu fevndar av sáttmálanum. Málið varð lagt fyri Løgtingið í mai 2023, har tað varð samtykt.
Sáttmálin staðfestir rættindi, skyldur og møguleikar hjá sáttmálapørtum til at fremja og verja mentanarligt margfeldi. Sáttmálin vísir á, at mentanarligt virksemi, vørur og tænastur bera í sær samleika, virði og hava bæði mentanarligan og búskaparligan týdning, og at atlit tí má takast at báðum. Undirtøka fyri UNESCO-sáttmálanum er harafturat ein fortreyt fyri limaskapi í ES-samstarvsætlanini Creative Europe, ið veitir stuðul til listaligar og mentanarligar verkætlanir umframt verkætlanir innan kreativar vinnur, og sum Føroyar eru í umbúna at gerast limur í. Sambært UNESCO eru mentanarligu og kreativu vinnurnar millum skjótast vaksandi sektorar í heiminum. Mentanarligi sektorurin svarar fyri 6,1 prosent av heimsbúskapinum, og 30 milliónir fólk, serliga ung fólk, starvast innan økið. Víst verður eisini til heimsmálini, har mentanarligu og kreativu vinnurnar eru avgerandi fyri at røkka málunum um ein javnari alheims búskap.
Sáttmálin viðger evni, ið eru skipað í lóggávu á mentanarøkinum, eitt nú kringvarpslógini, upphavsrættarlógini, skjalasavnslógini, bókasavnslógini, fornminnalógini, í savnslóggávu og í lóggávu um stuðulsskipanir á mentanarøkinum. Undirtøka fyri sáttmálanum krevur tó ikki lógarbroyting í galdandi lóg, men sáttmálin kann verða grundarlag fyri lógarbroytingum á økinum og ásett er í sáttmálanum, at mentanarpolitikkir og átøk skulu vera í samsvari við sáttmálan.
Tiltøk, ið sáttmálapartarnir fremja, kunnu millum annað fevna um lóggávu, ið skal verja og fremja mentanarligt margfeldi, vinnu- og tænastufremjandi tiltøk, stuðulsskipanir, ið fremja margfeldi, til listafólk, miðlar og íverkseting. Sáttmálapartarnir verða eggjaðir til at skapa góðar umstøður og at stuðla skapandi virkseminum hjá listafólkum, og víst verður í hesum sambandi serliga á kvinnur, minnilutar og upprunafólk.
Tíðindaskriv frá Almanna- og mentamálaráðnum
Sirið Stenberg, landsstýriskvinna við mentamálum (Mynd: Almanna- og mentamálaráðið)
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 25. Jan 2024
Hann var sunnudagin uppi á hægsta fjalli í Suðuramerika, sum er næstan sjey kilometrar høgt
Klokkan 15:40 sunnudagin kom Jensjáku Hansen upp á hægsta fjall í Suðuramerika, Aconcagua.
Hann hevur seinastu nógvu mánaðir verið í gongd við fyreikingarnar og eisini kunnað um ADHD í hesum sambandi.
Nú hevur Jensjáku so rokkið sínum máli, og kom upp á 6.962 metrar høga fjallið.
Hann skrivar soleiðis á Facebook:
Klokkan 15:40 sunnudagin kom eg uppá Aconcagua.
1. januar 2023 fór eg í gongd við ætlanina at kunna um ADHD.
Við fyrilestrum, luttøku í útvarpssendingum, roysnum og øðrum, havi eg á kunnandi og skemtiligan hátt kunna um hvussu tað er at vera avarandi og at hava ADHD.
Eg havi samlað pengar til ADHD-felagið, og ein film um evnið.
Finalan og endin á átakinum skuldi verða tá eg royndi at ganga uppá hægsta fjall í Amerika. Tað eydnaðist, men eg haldi at eg latið kontuna standa opna til eg eri aftur í Føroyum.
Í morgin skal eg ganga 32 kilometrar til byggtøkið aftur.
Stuðla ADHD-felagnum við at flyta pengar á konto 9181-5785172
Myndir: Jensjáku Hansen
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 22. Jan 2024
Berg Motors fer frá 1. februar at umboða 10 bilmerkir
1. februar tvífaldar Berg Motors úrvalið av bilmerkjum. Tá leggjast Peugeot, Citroën, Opel, Fiat og Fiat Professional afturat.
Frammanundan umboðar Berg Motors merkini Suzuki, Subaru, JAC, BYD vørubilar, Aiways og Scania.
Sostatt fara heili 10 bilmerkir at verða savnað á einum og sama stað, skrivar Berg Motors í tíðindaskrivi.
- Eftirspurningurin eftir elbilum er vaksin nógv, og tí eru vit sera fegin um at umboða framskygdar og sterkar bilframleiðarar, ið eisini bjóða bilar, ið verða riknir við varandi orku. Samstundis sum vit víðka munandi um úrvalið av persónbilum, kunnu vit eisini bjóða eitt sera breitt úrval av vørubilum, sigur Berg Motors.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 26. Jan 2024
Einar 13 milliónir fóru av føroyskum gjaldskortum tíðarskeiðið meðan føroyska landsliðið spældi í Týsklandi. Tá eru hotelrokningar, flogferðaseðlar og annað sum er goldið frammanundan ikki tikið við
Ein uppgerð frá Banknordik og Betri Banka, sum Kringvarpið hevur fingið, vísir, at føroyingar løgdu nógvar pengar eftir sær í týska høvuðsstaðnum, nú hondbóltslandsliðið á fyrsta sinni slapp at royna seg í EM-endaspælinum.
Hjá Banknordik vóru 1.444 viðskiftafólk sum gjørdu 19.450 kortgjaldingar uppá tilsamans fimm milliónir krónur. Tølini hjá Betri banka eru á leið tey somu.
Afturat hesum koma Norðoya Sparikassi og Suðuroyar Sparikassi, so væntað verður at føroyingar munu hava brúkt upp ímóti 13 milliónum krónum við korti, skrivar kvf.fo.
Harafturat koma hotelrokningar, flogferðaseðlar og annað sum er goldið áðrenn fráferð.
Væntandi hava einir 5.000 føroyingar verið í Berlin til EM-endaspælið.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 21. Jan 2024
Hetta um eingin átøk verða framd, og tað ikki verður hugt longur fram í tíð: Haldføri í búskapinum sær út til at mangla, ávarar Búskaparráðið um
Búskaðarráðið hevur í vikuni lagt tvær greinar út á heimasíðu sína, har tað verður ávarað um haldføristrupulleikar. Serliga er tað hjá kommununum, men tað er eisini ein yvirskipaðir trpulleiki, sum liggur í millum fíggjarætlanum og demografisku gongdini: Aldursbýtinum frameftir.
Landsbakki Føroya skrivar á heimasíðu sínari, at úrslitið í haldføriskanningini hjá Búskaparráðnum vísir, at førdi fíggjarpolitikkurin ikki er haldførur.
- Haldførisávísin er millum -8 og -9 prosent av BTÚ, sum gevur eitt fíggjarkrav á áleið 2 milliardir krónur í mun til BTÚ í 2022. Tað vil siga, at 2. milliardir krónur koma at vanta í á hvørjum ári, um ikki nýskipanir og átøk verða framd.
Fram til seinasta løgtingsval varð nógv tosað um "fíggjarligt haldføri". Sambært frágreiðingini noyðist politiska skipanin at hyggja longur fram, enn man ger nú.
- Tá fíggjarlógin verður snikkað til á hvørjum árið hjá landi og kommunum, verður einans hugt nøkur fá ár fram. Fyri at tryggja ein haldføran fíggjarpolitik, er neyðugt at hyggja longur fram í tíð.
Gongdin í búfjøldini kann
Haldføriskanningin hjá Búskaparráðnum hyggur langt fram í tíð fyri at taka hædd fyri demografisku gongdini.
Í mynd 1 niðanfyri sæst gongdin í búfjøldini býtt á tríggjar aldursbólkar. Í tíðarskeiðinum 2013-2022 er fólkatalið í bólkinum 0-15 ár økt við 8 prosentstigum, fólkatalið í bólkinum 16-66 ár við 10 prosentstigum, meðan fólkatalið í aldursbólkinum 67+ er vaksið við 27 prosentstigum. Talið av pensjónistum er sostatt vaksið mest í hesum tíðarskeiði, eisini hóast nettotilflytingin av fólki, serliga í arbeiðsførum aldri, hevur verið stór í tíðarskeiðinum.
- Hyggja vit at 2023 og frameftir til 2062, so er munurin í vøkstrinum í fólkatalinum millum aldursbólkarnar uppaftur størri. Frá 2023 til 2062 veksur fólkatalið 67+ við heili 72 prosentum. Hinvegin minkar talið av teimum sum eru í arbeiðsførum aldri (16-66 ár) við 5 prosentum.
Í frágreiðingini verður - eins og áður ávarað um - at lutfallið millum arbeiðsfjøld og pensjónistar kann skapa truplleikar. Tølini eru týðilig; eisini um hugt verður aftur í tíð:
- Tað merkir, at talið av teimum, sum skulu forsyrgjast, veksur í mun til tey, sum eru í arbeiðsfjøldini. Mynd 2 (niðanfyri) vísir lutfallið millum pensjónistar og tey, sum hava arbeiðsvirknan aldur. Í 1985 vóru áleið 6,5 fólk í arbeiðsførum aldri fyri hvønn pensjónist, meðan tað í dag eru einans sløk 4 fólk. Gera vit einki, verða vit bert 2,3 fólk í arbeiðsvirknum aldri fyri hvønn pensjónist (bláa strikan).
Mynd 2
Talva A og B vísa úrslitini av haldførisgreiningini hjá Búskaparráðnum. Talva A vísir úrslitið, um fólkatalsframskrivingin hjá Hagstovuni verður brúkt, ið hevur eina árliga nettofráflyting í framtíðini, meðan talva 2 vísir somu úrslit, tó so at í hesum førið er nettofráflytingin sett til 0 í framtíðini, skrivar landsbankin.fo.
Til ber at lesa meira her.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 25. Jan 2024
– Tað er av stórum týdningi, at allir veljarar hava møguleika at luttaka í fólkaræðinum, siga tinglimirnir hjá Fólkaflokkinum, sum hava lagt fram uppskot til samtyktar um møguleikana t atkvøða talgilt
– Talgilda menningin av samfelagnum í flest øllum lutum seinastu árini ber í sær, at flestu persónligu viðurskifti kunnu avgreiðast á netinum, og stórar íløgur eru gjørdar í, at hetta kann fara fram á einum tryggum grundarlagi, siga tinglimirnir hjá Fólkaflokkinum, sum hava lagt fram uppskot til samtyktar um at gera tað møguligt at atkvøða talgilt, tá val verður í Føroyum.
– Ein stórur partur av arbeiðarafjøldini hevur starvsstað á sjónum og uttanlands, og tá val til Løgtingið verður skrivað út í úrtíð, er vandi fyri, at hesi ikki fáa greitt atkvøðu, vísir Fólkaflokkurin á.
Fólkaflokkurin heldur, at tað eigur at bera til at atkvøða talgilt, og nevnir m.a., at nærum allir føroyingar longu brúka Samleikan m.a. til viðkvæmar upplýsingar, so sum bankaflytingar, og tinglýsingar.
– Tað er av stórum týdningi, at allir veljarar hava møguleika at luttaka í fólkaræðinum, men umstøðurnar kunnu laga seg soleiðis, at sjófólk og onnur ikki í verki hava møguleikan at ávirka, hvørja kós samfelagið, sum tey búgva og rinda skatt í, skal hava frameftir.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 24. Jan 2024
- Eitt stórt fet framá í samstarvinum millum Bretland og Føroyar, sigur Mark Spencer, bretskur fiskimálaráðharri
Bretski ráðharrin við matvøru-, landbúnaðar- og fiskiveiðimálum, Mark Spencer, fegnast um, at russisk fiskifør ikki longur hava atgongd til at fiska í felags økinum millum Bretland og Føroyar.
Tað segði hann á einum fundi í matvøru- og umhvørvisnevndini hjá bretska undirhúsinum herfyri.
Blaðið Daily Express skrivar í eini longri grein í vikuni, at Mark Spencer kallar hetta eitt stórt stig framá í samstarvinum millum Bretland og Føroyar.
- Sjálvandi hava vit heitt á Føroyar um ikki at loyva russum inn í felagsøkið, men hetta er ein avgerð, sum føroyingar hava tikið einsamallir, sigur Mark Spencer, sambært express.co.uk.
Express hevur fyrr verið í Føroyum fyri at lýsa, hvussu russisk skip hava havt atgongd til bretskan felagssjógv gjøgnum fiskiveiðisáttmálan við Føroyar.
Eitt nú hevur skotska felagið Scottish Pelagic Fishermen’s Association, SPFA, mótmælt harðliga, at russisk skip, hóast bretska bannið móti at loyva russiskum skipum í bretskan sjógv, kortini hava havt henda møguleikan gjøgnum avtaluna við Føroyar.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 24. Jan 2024
Vinnutíttleikin í Føroyum er framvegis hægstur í Evropa – vinnutíttleikin hevur seinastu árini ligið støðugt millum 83 og 85 prosent, og í november var hann 84 prosent í aldrunum frá 15 til 74 ár
Ein stórur partur av fólkinum í Føroyum hevur tilknýti til føroyska arbeiðsmarknaðin. Vinnutíttleikin millum tey 15 til 74 ára gomlu er framvegis hægst í Evropa.
Serliga er vinnutíttleikin stórur millum føroysku kvinnurnar. Hann er hægri í øllum aldursbólkum samanborið við onnur lond, skrivar Hagstovan.
Arbeiðsfjøldin fevnir um løntakararar, sjálvstøðug vinnurekandi og arbeiðsleys. Vinnutíttleikin telur, hvussu stórur partur av fólkinum er í arbeiðsfjøldini. Vinnutíttleikin í Føroyum hevur seinastu árini ligið støðugt millum 83 og 85 prosent, og í november var vinnutíttleikin 84 prosent í aldrunum frá 15 til 74 ár.
Samanborið við hagtølum hjá Eurostat, hagtalsstovninum hjá ES, fyri fjórða ársfjórðing í 2022, er vinnutíttleikin í Føroyum hægstur. Næsthægsti vinnutíttleikin í Evropa er í Íslandi - 80 prosent.
Í Føroyum og Íslandi er vinnutíttleikin munandi hægri enn í hinum Norðurlondunum, og soleiðis hevur støðan verið í nógv ár. Í Svøríki var vinnutíttleikin 74 prosent, meðan hann var 72 prosent í Noregi og Danmark, skrivar Hagstovan.
Vinnutíttleikin í Føroyum er hægstur í Evropa, bæði hjá monnum og kvinnum. Sermerkt fyri vinnutíttleikan í Føroyum samanborið við onnur lond er, at onga aðrastaðni er munurin millum kynini so lítil.
Vinnutíttleikin hjá monnum í Føroyum er 86 prosent. Í Íslandi er vinnutíttleikin 82 prosent, 75 prosent í Danmark og 70 prosent í ES. Hjá føroysku kvinnunum er hann 82 prosent, meðan hann í Íslandi er 77 prosent, 68 prosent í Danmark og 60 prosent í ES.
Vinnutíttleikin er eisini hægri í nærum øllum aldursbólkum í Føroyum samanborið við Ísland, Danmark og ES.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 22. Jan 2024
Allir nýføðingar, sum fáa blóðroynd tikna úr hælinum, verða nú kannaðir fyri seks álvarsligar og viðføddar sjúkur afturat
Frá 15. januar í ár verða allir nýføðingar í Føroyum, sum fáa blóðroynd tikna úr hælinum – sonevndu PKU-royndina, nú kannaðir fyri seks sjúkur afturat. Tað merkir, at nýføðingar nú verða kannaðir fyri tilsamans 25 álvarsligar, viðføddar sjúkur. Tað er Statens Serum Institut, sum stendur fyri kanningunum.
Kanningarnar av hælblóðroyndum hjá nýføðingum hava við sær, at til ber at finna og viðgera sjáldsamar sjúkur, áðrenn tær elva til óbótaligan skaða á heila og gøgn, ella hava við sær álvarsamt sálarligt ella kropsligt brek. Uppískoytini í kanningarætlanina hava eitt nú við sær, at børn nú verða kannað fyri galaktosemi, sum er ein sjáldsom stoffskiftissjúka, sum ger, at kroppurin ikki megnar at niðurbróta mjólkarsukur. Børn, sum verða fødd við galaktosemi, gerast ógvuliga sjúk longu fyrstu vikurnar eftir føðing. Verður sjúkan ikki viðgjørd, doyggja flestu børnini av livra- og nýraviknan.
Sjáldsamar sjúkur
Tær seks sjúkurnar, sum eru lagdar afturat kanningarætlanini, eru ógvuliga sjáldsamar. Ætlanin fevnir tó eisini um sjúkur, sum eru lutfalsliga vanligar í Føroyum, eitt nú CTD og cystiska fibrosu.
Tað serstaka við øllum sjúkunum í kanningarætlanini er, at tað er trupult at varnast nøkur sjúkutekin, áðrenn óbótaligur skaði longu er hendur. Verður sjúkan staðfest tíðliga, kann meginparturin av børnunum fáa viðgerð og sostatt mennast normalt. Kanningætlanin hevur við sær, at um 70 børn í danska ríkinum árliga verða sett í lívneyðuga viðgerð.
Donsku heilsumyndugleikarnir hava eftir tilmæli frá Dansk pædriatrisk screeningsudvalg gjørt av at leggja hesar seks sjúkurnar afturat kanningarætlanini, sum altso eisini fevnir um føroysk børn.
Kanningar av nýføðingum
Síðan 1982 hava foreldur at øllum nýføddum børnum í danska kongaríkinum fingið tilboð um, at ein sonevnd PKU-blóðroynd verður tikin av barninum fyri at kanna, um barnið hevur ávísar álvarssamar sjúkur. Kanningarnar verða gjørdar út frá nøkrum blóðsdropum úr hælunum á nýføðingunum, og royndin skal takast 48-72 tímar eftir føðing. Blóðroyndin verður goymd og skrásett á einum PKU-korti, sum verður goymt í einum biobanka hjá Statens Serum Institut í Danmark.
Tær seks sjúkurnar, sum nú eru lagdar afturat kanningunum, eru galaktosemi, karnitin/acylkarnitin translocase mangul (CACT), karnitin-palmitoyltransferase 1a mangul (CPT-1), karnitin-palmitoyltransferase 2 mangul (CPT-2), klassisk homocystinuri - cystationin-beta-syntetase defekt (CBS-HCU), mukopolysakkaridose typa 1
Til ber at lesa um allar tær 25 sjúkurnar, sum eru við í kanningarætlanini her
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 23. Jan 2024
Í summar verður flutningurin av ferðafólki út í Mykines skipaður við plássbíleggingarskipanini hjá Strandferðsluni umframt einum túri aftrat í summarferðaætlanini
Í summar verður flutningurin av ferðafólki út í Mykines skipaður við plássbíleggingarskipanini hjá Strandferðsluni umframt einum túri aftrat í summarferðaætlanini.
Siglingin út í Mykines er við bátinum Jósupi, ið Strandferðslan leigar frá Spf. Mykines. Avtalaður er nú ein túrur aftrat í ferðaætlanina, so at dagtúrar hjá ferðafólkunum nú vera fýra heldur enn seks tímar.
Ferðafólk við báti í Mykines kunnu frá 29. januar keypa ferðaseðilin á bíleggingarskipanini hjá Strandferðsluni á www.ssl.fo ella á www.mykines.fo. Nýggja ferðaætlanin verður eisini kunngjørd tá.
Summarferðaætlanin við trimum túrum er allar vikudagar frá 1. mai til 31. august. Vetrarferðaætlan er í apríl og frá september til og við heystfrítíðina við einum túri tríggjar dagar um vikuna.
Í 2019 ferðaðust nærum 30.000 ferðafólk við Jósupi í Mykines, men síðani hevði korona stóra minking við sær. Í fjør var ferðingin umleið 25.000 ferðafólk, og ferðafólkatalið verður helst hægri í ár.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 26. Jan 2024
Í vikuni varð fyrsta flagið grivið í nýggju útstykkingina í Vatnsoyrum
Í vikuni varð fyrsta flagið grivið í nýggju útstykkingina í Vatnsoyrum. Talan verður verður um fýra grundstykkir á 625 fermetrar hvørt.
Nýggjur atkomuvegur til útstykkingina verður vestan fyri snikkaravirkið Grant, og frá útstykkingini verður ein gøta til fríøkið miðskeiðis í bygdini.
Tað er HMP Consult, sum hevur projekterað, og Grevstur og Planering v/Eggaba Andreasen átti lægsta boðið at gera arbeiðið.
Arbeiðið umfatar umframt útgrevstur m.a. nýgerð av umleið 120 metrum av vegi og parkeringsplássum, grótlaðing, ger av gøtu, uppsetan av ljósmastrum og asfaltarbeiði v.m.
Tvey av grundstykkjunum eru umbiðin, og ein stendur á bíðilista til grundstykki.
Bjarni Prior, borgarstjóri setti seg í maskinuna mikumorgunin og gróv fyrsta flagið av. Alt arbeiðið væntast at taka umleið sjey mánaðir.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 24. Jan 2024
Rescue Lív verður høvuðsumvældur í Svøríki
Rescue Lív er á SwedeShip í Djupvik í Svøríki til høvuðsumvæling, og har hava tey nú tómt maskinrúmið og tikið fremra maskinrúmsskottið burtur.
Fyri at fáa pláss til nýggju motorarnar, má skottið flytast 50 sentimetrar longur fram í bátin. Tað merkir so, at helvtin av vesinum verður tikin upp í maskinrúmið saman við parti av uppihaldsrúminum, skrivar Rescue Lív.
Rescue Lív (Savnsmynd: Ólavur Frederiksen / Faroephoto)
Samlaði kostnaðurin av uppstiganini er mettur at vera áleið ellivu milliónir krónur.
Meðan Rescue Lív er í Svøríki, lænir Havnar Bjargingafelag bjargingarbátin "Argun", sum er gamlia "Ziska" frá Norðoya Bjargingarfelag.
Rescue Tanum kom til Føroya í 2019 og fekk seinni navnið Rescue Lív. Skipið er bygt í 1995.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 22. Jan 2024
Tað varð avdúkað á Leiðaradegnum í gjár
Ársins leiðari innan tað almenna er Hákun Djurhuus, stjóri á SEV.
Tað varð avdúkað á Leiðaradegnum seinnapartin.
Um Hákun Djurhuus verður millum annað sagt:
Hákun Djurhuus hevur stjórnað SEV síðstu 16 árini har grøna orkuskiftið hevur fylt meria og meira. Fíggjarligu úrslitini hava verið støðug og góð. Hákun er serliga á uttanhýsis handfaringini á politisku skipanin sum tryggjar røttu karmarnar fyri støðuga menning av virkseminum. Samstundis dugir hann væl at útdeligera og vísa álit innanhýsis.
Við sínum hógliga lyndi skapar Hákun sum stjóri eisni støðugleika í organisatiónini. Starvsfólkarøkt og starvsfólka menning eru høgt á dagskránni.
Tey trý tilnevndu innan tað almenna vóru Hákun Djurhuus, SEV, Jóngerð Guttesen, Roðin, og Regin Marnersson, Skúlin á Fløtum.
Ingunn Eirksdóttir, stjóri í Betri Trygging, er ársins leiðari innan tað privata.
Um Ingunn Eiriksdóttir verður millum annað sagt:
Ingunn Eiriksdóttir hevur ment Betri Tryggin til eina meira modernaða, framfýsna, og nýhugsandi fyritøku. Hon vísir tíðarhóskandi leiðslu við at inndraga starvsfólkið í strategimenning og menning av nýggjum tænastum. Starvsfólknøgdsemi og kundanøgdsemi eru støðugt økt. Hon er vird í amenna rúminum og vísir starvsfólkum virðing. Eitt nú við fakligari menning og sosialum tiltøkum. Hon er ein sterkur og dugnaligur leiðari, sum hevur torað at hugrt eftir veikleikum í felagnum og styrkt teir fyri at venda gongdini.
Úrslitni farnu árini prógva sera góða fíggjarliga stýring samstundis sum tryggingar og tænastur eru støðugt ment.
Tey trý tilnevndu innan tað privata vóru Ingunn Eiriksdóttir, stjóri, Betri Trygging, John Eli Olsen, stjóri, El-service og Ósbjørn Jacobsen, Henning Larsen.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 26. Jan 2024
Grunnurin Mentanarhúsið hevði annars søkt um fimm milliónir í stuðli, men fær tríggjar
Á býráðsfundi hósdagin valdi Klaksvíkar býrað at fylgja tilmælinum hjá mentanarnevndini, um at játta tríggjar milliónir krónur í stuðli til Vaprið. Grunnurin Mentanarhúsið hevði annars søkt um stuðul á fimm milliónir krónur.
Í skrivinum til býráðið stóð, at grunnurin hevði vónað at fingið fígging frá løgtinginum, men sum kunnugt fyriliggur ongin fígging á fíggjarlógini í 2024. Tí hevur býráðið nú játtað eina eykajáttan, soleiðis at verkætlanin kann førast á mál.
Eftir ætlan skal bygningurin yvirtakast 31. januar.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 26. Jan 2024
- Vit eru sera fegin um at hava útvegað Gigni góðar hølisumstøður á skúlanum tætt at næmingunum og starvsfólkunum her á Skúlatrøð, sigur Eyðstein Ólason Poulsen, formaður í trivnaðarnevndini børn & ung
- Gigni ger eitt sera týðandi og grundleggjandi arbeiðið á skúlunum kring landið, og tí er umráðandi, at kommunur útvega teimum best møguligar karmar um arbeiði teirra.
- Her í Klaksvík hava heilsufrøðingarnir faktiskt ongantíð havt hølir tætt at næmingunum inni á skúlanum, og hetta var tí eitt av málunum, sum eg setti mær fyri at fáa framt sum formaður í Trivnaðarnevndini børn & ung, ið varðar av hesum økinum vegna býráðið, sigur Eyðstein Ólasaon Poulsen.
- Í sambandi við hesa flytingina løgdu vit eisini dent á, at heilsufrøðingarnir hjá Gigni fingu hølir saman við skúla-sálarfrøðinginum á Skúlatrøð, sum í løtuni er ein undangongu royndarverkætlan hjá Undirvísingarstýrinum saman við Skúlatrøð.
Eitt stórt framstig
Sigrun Dalsgaard Hansen, heilsufrøðingur hjá Gigni, hevur starvast í nøkur ár á Skúlatrøð, og hon fegnast um nýggju karmarnar, sum tær hava fingið á skúlanum.
- Frammanundan høvdu vit hølir í einum grannabygningi tætt at skúlanum, sum ikki var optimalt. Hetta er tí eitt stórt framstig, sum vit leingi hava ynskt okkum, og sum gevur okkum munandi betri arbeiðsumstøður og eisini tættari samband við næmingarnar og skúlan sum heild, sigur Sigrun.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 21. Jan 2024
Fríggjadagin 19. januar var prógvhandan á Vinnuháskúlanum
Á samkomu á Vinnuháskúlanum fríggjadagin 19. januar, fingu 33 lesandi prógv handað.
Talan var um 17 maskinmeistarar, tveir maskinistar, átta skipsførarar, og seks skiparar úr øllum landinum.
Maskinmeistararar: Andrias Midjord Høgnesen, Beinir Unason Nón, Brandur Jákupsson, Daniel Øvre, David Arnold Hjelm, Egil Olsen, Hans Jákup Lervig, Ísakur Viðoy Staksá, Jákup Biskopstø Andreasen, Jógvan Andrias Heinason Joensen, Jóhan í Garðastovu, Kristian Martin úr Fugloy Joensen, Magnus Rasmussen Jógvansson, Petur Erhardsson Müller, Rói Zachariasen, Teitur Rúnason Nielsen og Uni Klein. Egil Olsen er ikki við á myndini.
Virðislønir fyri hægstu próvtøl:
Hans Jákup Lervig fekk ein grindaknív frá SEV.
Jákup Biskopstø Andreasen fekk eitt mátitól frá Maskinmeistarafelagum
Brandur Jákupsson fekk ein kikara frá Norðoya Sparikassa
Ídnisviriðslønina, eitt gullur frá Maersk, fekk Petur Erhardsson Müller
Maskinistar: Bjartur Jónarsson Randrup op Jákup Pauli á Lava. Myndin er av Jákup Paula.
Skipsførarar: Benjamin við Líragil, Bergleif Láberg, Bergur Mørkøre, Bjarni Árnason Dalsgaard, Fríði Strøm, Hanus Lassen, John Erik Eidesgaard og Mikkjal Petur Næs. John Erik Eidesgaard er ikki við á myndini.
Virðislønir fyri hægstu próvtøl:
Bjarni Árnason Dalsgaard fekk eitt lummaur frá Skansi Offshore
Hanus Lassen fekk eitt klokkusett frá Betri Trygging
Ídnisviriðslønina, gávu frá Pf. Smyril Line, fekk Mikkjal Petur Næs
Hægsta miðal próvtal skipsførarar:
Bjarni Árnason Dalsgaard, skipsførari
Sekstantur frá Skipara- & Navigatørfelagnum
Skiparar: Eli Joensen, Hallur Anfinsson Laksáfoss, Janus Kristiansson, Jóhann Fløtt, Rói Dam, Tóki Randrup
Virðisløn fyri hægsta próvtal:
Janus Kristiansson fekk ein kikara frá Pf. Thor
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 20. Jan 2024
Hátíðarløta á Vinnuháskúlanum 19. januar, tá nýklæktir maskinmeistarar, maskinistar, skipsførarar og skiparar - tilsamans 33 garpar - fingu prógv handað fyri loknan lestur.
Andrias Midjord Høgnesen, Beinir Unason Nón, Brandur Jákupsson, Daniel Øvre, David Arnold Hjelm, Egil Olsen, Hans Jákup Lervig, Ísakur Viðoy Staksá, Jákup Biskopstø Andreasen, Jógvan Andrias Heinason Joensen, Jóhan í Garðastovu, Kristian Martin úr Fugloy Joensen, Magnus Rasmussen Jógvansson, Petur Erhardsson Müller, Rói Zachariasen, Teitur Rúnason Nielsen og Uni Klein.
Egil Olsen er ikki við á myndini
Virðislønir fyri hægstu próvtøl:
Hans Jákup Lervig fekk grindaknívin frá Sev, Jákup Biskopstø Andreasen fekk mátitól frá Maskinmeistarafelagum, og Brandur Jákupsson fekk kikara frá Norðoya Sparikassa.
Ídnisviriðslønina, eitt gullur frá Maersk, fekk Petur Erhardsson Müller
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 22. Jan 2024
1. mars tekur Elin Djurhuus Joensen við sum nýggjur stjóri í Thetis. Marita Debess Magnussen heldur fram sum partaeigari og nevndarlimur
Elin Djurhuus Joensen er 42 ár og útbúgvin mikrobiologur við PhD innan mikrobiologi og biotøkni. Seinastu árini hevur hon starvast hjá SMJ innan aling, spillvatn og umhvørvi. Í høvuðsheitum hevur hon har staðið fyri at menna og fremja lívfrøðiliga partin av ráðgeving og tænastum innan aling bæði í Føroyum og uttanlands. Eisini hevur Elin starvast á biotøknideildini á Fiskaaling.
- Eg gleði meg til at taka við hesi nýggju avbjóðingini sum stjóri í Thetis. Thetis er ein væl rikin fyritøka, sum hevur prógvað sítt virði. Virksemið er breitt og spennandi, og eg síggi eisini fram til at arbeiða á kanningarstovu aftur, sigur nýggi stjórin í Thetis, Elin Djurhuus Joensen.
Marita Debess Magnussen, sum í átta ár hevur verið stjóri í Thetis, heldur fram í nevndini.
- Tíðin er nú komin til at lata nýggjar kreftir sleppa framat, og Elin hevur drúgvar royndir innan leiðslu, ráðgeving og kanningarstovuvirksemi. Eg eri sannførd um, at Elin fer at flyta Thetis fram á leið. Spennandi tíðir eru fyri framman – millum annað tí at vit nú hyggja at nýggjum marknaðum bæði í og uttan fyri Føroyar, sigur Marita Debess Magnussen.
Eisini Regin W. Dalsgaard, nevndarformaður í Thetis, fegnast um nýggja stjóran.
- Vit í nevndini gleða okkum til, at Elin Djurhuus Joensen tekur við starvinum. Samstundis vilja vit takka Maritu Debess Magnussen hjartaliga fyri hennara ótroyttiliga arbeiði hesi árini, sigur Regin W. Dalsgaard, nevndarformaður.
Thetis er akkrediterað kanningarstova, sum veitur umhvørvis- og matvørukanningar. Thetis hevur átta ár á baki og er nýliga flutt í egna kanningarstovu á Saltangará.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 25. Jan 2024
Edit Andersen er sjúkrarøktarfrøðingur við eftirútbúgving í geriatri og gerontologi
Edit Andreasen er sett sum deildarleiðari á eldrasambýlinum Gøtubrá í Norðragøtu, skrivar Eysturkommuna.
Edit er 38 ára gomul og býr í Leirvík. Hon er sjúkrarøktarfrøðingur við eftirútbúgving í geriatri og gerontologi. Hon hevur drúgvar royndir innan eldraøkið og seinastu mánaðirnar sum virkandi deildarleiðari á Gøtubrá.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 23. Jan 2024
Sóknarpresturin, Símun Persson Jacobsen, hevur fingið lestrarfarloyvi frá 1. januar til 31. mai, og í hesum tíðarskeiðinum røkir Tummas Kannuberg embætið
Farna sunnudag byrjaði Tummas Kannuberg sum virkandi sóknarprestur í Sjóvar prestagjaldi.
Sóknarpresturin, Símun Persson Jacobsen, hevur fingið lestrarfarloyvi frá 1. januar til 31. mai, og í hesum tíðarskeiðinum røkir Tummas Kannuberg embætið, skrivar heimasíðan hjá Fólkakirkjuni.
Tummas Kannuberg er ættaður úr Leirvík, og tók prógv sum gudfrøðingur á Keypmannahavnar Universiteti í 2021. Hann hevur síðan m.a. starvast sum námslektari á námsvísindadeildini í Fróðskaparsetri Føroya og sum virkandi sóknarprestur í Sparkær-Gammelstrup og Stoholm í Viborg Stift, har hann hevur verið prestur í eitt gott ár.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 20. Jan 2024
Hann varð sunnudagin skipaður í embæti sum virkandi sóknarprestur í Sjóvar prestagjaldi
Sunnudagin varð Tummas Kannuberg skipaður í embæti sum virkandi sóknarprestur í Sjóvar prestagjaldi.
Sóknarpresturin, Símun P. Jacobsen er farin í farloyvi, tí verður tað Tummas Kannuberg, sum fer at røkja kallið í Sjóvar prestagjaldi til 1. juni.
Myndir: Jens Kr. Vang
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 26. Jan 2024
Í altjóða smakkikapping fyri hágóðsku ginn, hevur ginnið úr Klaksvík vunnið gull
Einar's GIN hevur vunnið Gull fyri góðsku og smakk.
Í altjóða smakkikapping fyri hágóðsku ginn, "London dry Gin", hevur Einar's Gin vunnið gull.
- Síðani 2015 hava vit á Einar's Distillery lagt nógva orku í góðsku og røttu samansetingina av vistfrøðiligum urtum til Einar's GIN.
Einar's Gin fekk í blindsmakkingini, besta skotsmál "gull" frá smakkidómarunum fyri góðsku og smakk.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 26. Jan 2024
Lena Anderssen fór í 2018 til Los Angeles at spæla inn tónleikin til "State of the Land". Í gjár varð plátan givin út
Tá Lena Anderssen í mars 2018 fór til Los Angeles at spæla inn tónleikin til komandi útgávuna State of the Land, hevði føroyska songkvinnan neyvan ímyndað sær, at tað fóru at ganga seks ár, áðrenn útgávan sá dagsins ljós.
Útgávan hevur sína serliga søgu, tí tað var enski ljóðtøkningurin Geoff Emerick, ið sat aftan fyri knøttarnar, tá Lena og hennara tónleikarar spældu inn grundirnar til tey ellivu løgini, sum eru á State of the Land.
Geoff Emerick var serliga kendur fyri slóðbrótandi upptøkurnar aftan fyri søguligar útgávur so sum Revolver, Sgt. Pepper’s Lonely Hearts Club Band og Abbey Road hjá The Beatles.
Í oktober 2018 doyði Geoff Emerick av hjartatilburði og State of the Land gjørdist sostatt seinasta heildarútgávan, sum mæti enski ljóðmaðurin arbeiddi við. Hetta hevði eisini við sær, at nýggjar ætlanir máttu leggjast fyri, hvussu útgávan skuldi gerast liðug.
Nú er tað so greitt, at fríggjadagur 26. januar 2024 gjørdist dagurin, tá LP plátan State of the Land loksins kom í handlarnar og kann keypast í Tutl handlinum í miðbýnum og hjá Oceania Records í Klokkaragøtu í Havn. Haraftrat er útgávan, ið telur 11 løg, eisini tøk á øllum sosialum miðlum so sum Spotify og Apple Music.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 26. Jan 2024
Nýtt tilfar er ávegis frá Eivør, sum vit ivaleyst sleppa at hoyra á festivalinum
Enn einaferð fær áhoyrarafjøldin á G! festivalinum høvi til at hoyra lokalu sangstjørnuna Eivør á Gøtusandi
G! Festivalurin kunngerð í dag, at Eivør er á skránni á G! 2024.
Festivalurin fer í tíðindaskrivi so langt sum at siga, at Eivør er eitt undur, ið vit eru so heppin av hava gangandi ímillum okkum. Ein songkvinna, sum uttan líka kann rúnarbinda eina og hvørja fólkamongd við sini heilt einastandandi nærveru á einum palli.
- Í meira enn tjúgu ár hevur hendan stórbara songrøddin ferðast kring jørðina við sínum framførslum, og hvørt ár tekur hon sær tíð at framføra á G! Hettar eru vit sera takksom fyri, og vit gleða okkum kanska serliga nógv í ár, tí nýtt tilfar er ávegis, sum vit ivaleyst sleppa at hoyra, skrivar G! Festivalurin millum annað í tíðindaskrivinum.
G! Festivalurin er í døgunum 18. til 20. juli. Onnur nøvn, sum eru kunngjørd at fara at spæla í ár eru Knút Háberg Eysturstein, Einangran, Ash Olsen úr Noregi, The longest Johns úr Bretlandi og Of Monsters and Men úr Íslandi.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 23. Jan 2024
Við lagnum "I Need Your Love" fer Janus Wiberg Mortensen at royna seg í grand prixnum
Janus Wiberg Mortensen sum seinastu árini er komin við fleiri landaplágum verður millum luttakararnar í danska Melodi Grand Prixnum, sum verður leygardagin 17. februar.
Tað verður við lagnum "I Need Your Love".
Í fjør var Rani Petersen, eisini nevndur Reiley, við í danska Melodi Grand Prixnum, og hann stóð eftir sum vinnari, og slapp harvið at umboða Danmark í stóra Eurovision, sum í fjør var í Liverpool.
Hoyr grandprix lagið hjá Janusi her
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 24. Jan 2024
Allir tríggir táttirnir í Sjúrðar kvæði, Regin, Brynhild og Høgni, verða kvødnir í Sjónleikarhúsinum
Í dag, leygardagin 27. januar, skipar dansifelagið Sláið Ring fyri einum seinnaparti og kvøldi, har allir tríggir tættirnir Regin, Brynhild og Høgni í Sjúrðar kvæði verða kvødnir. Hetta er neyvan gjørt í nýggjari tíð áður, og man ikki fara at verða gjørt aftur í bræði.
Allir tríggir tættirnir í Sjúrðar kvæði eru góð 600 ørindi til longdar til samans, og væntandi fer tað at taka umleið fýra tímar at koma gjøgnum alt kvæðið.
Óli Reinert á Geilini úr Tøkum Lætt fer at skipa Regin smið, Jóhannis Joensen úr Vága dansifelagi fer at skipa Brynhildar tátt og Kjartan Atlason úr Dansifelagnum í Havn fer at skipa Høgna tátt.
Tiltakið er alment, og øll eru vælkomin, men fyri at meta um mongd av nátturða heita vit á fólk um at boða frá luttøku.
Dansað verður á síðupallinum í Sjónleikarhúsinum í Havn, byrjað verður kl. 16, og dansað verður út í eitt.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 23. Jan 2024
Tað er tørvur á starvsfólki í danska heilsuverkinum og eldrarøktini. Politisk avtala er gjørd um at bjóða túsund útlendingum starv
Danmark fer nú at flyta inn útlendska arbeiðsmegi til at taka sær av átroðkandi uppgávum, serliga á heilsu- og eldraøkinum.
Danska stjórnin er kom í vikuni ásamt við ein meiriluta á fólkatingi um eina avtalu hesum viðvíkjandi, skrivar Danmarks Radio.
Tað er stórur tørvur á starvsfólkum í eldrarøktini og heilsuverkinum, bæði nú og framyvir, og tað skal henda nýggja avtalan bøta um.
Avtalan merkir, at tað gerst lættari hjá heilsustarvsfólki, sokallaðum ‘sosu-hjálparum’, at sleppa til Danmarkar, um arbeiði er at fáa.
Flokkarnir eru samdir um eina kvotu, so avtalan verður galdandi fyri 1.000 ‘sosu-hjálparar’.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 24. Jan 2024
Fyrrverandi amerikanska ST-sendikvinnan, sum í løtuni roynir at gerast forsetavalevni hjá republikanarunum ger greitt, at hon ikki vil verða varaforsetavalevni, um Donald Trump skal umboða republikanarar á amerikanska forsetavalinum í november
Nikki Haley, sum í løtuni roynir at gerast forsetavalevnið hjá republikanarunum, ger greitt, at hon ikki vil verða varaforseti hjá fyrrverandi forsetanum Donald Trump, um hann aftur vinnur republikanska undanvalið.
Nikki Haley var ST-sendikvinna frá januar 2017 til desember 2018, og guvernørur í statinum South Carolina í árunum 2011 til 2017.
Hon hevur leingi sagt, at hon ikki ynskir at "verða nummar tvey", og farna fríggjadag vísti hon enn einaferð aftur, at hon kann gerast varaforsetavalevni á amerikanska forsetavalinum í november.
– Eg vil ikki vera varaforseti hjá nøkrum. Tað er ikki ein møguleiki, sigur hon sambært Ritzau.
Á fyrsta republikanska undanvalinum í statinum Iowa, vann Trump greitt við 51 prosentum av atkvøðunum. Ron DeSantis, guvernørur í Florida, var næstur við 21 prosent av atkvøðunum, og Nikki Haley fekk 19 prosent. Eftir tað valið, tók Ron DeSantis seg úr valstríðnum.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 20. Jan 2024
Men Nikki Haley lovar framhaldandi at stríðast fyri at gerast republikanskt forsetavalevni
Fyrrverandi amerikanski forsetin, Donald Trump, hevur vunnið republikanska undanvalið í statinum New Hampshire, skriva amerikanskir miðlar.
Harvið vísir fyrrverandi forsetin sína styrki í republikansku kappingini um at gerast valevni til forsetavalið í november.
Einasti veruligi kappngarneyti hjá Trump, fyrrverandi ST-sendikvinnan, Nikki Haley, lovar kortini at stríðast víðari.
- Henda kapprenningin er ikki endað enn, segði hon vil viðhaldsfólk síni á eini valveitslu í býnum, Concord, ið er høvuðsstaður í New Hampshire.
Tíðliga mikumorgunin okkara tíð, tá umleið 73 prosent av atkvøðunum vóru taldar, hevði Trump fingið 54,3 prosent av atkvøðunum, meðan Haley hevði fingið 43,6 prosent, skrivar CNN.
Haley hevði vónað, at teir nógvu óheftu veljararnir í statinum fóru at geva henni sín stuðul við at vinna á Trump.
Í staðin gerst Trump fyrsti republikanari síðan 1976, ið vinnur undanvalini í bæði Iowa og New Hampshire.
Ósigurin hjá Haley fer helst at hava við sær, at summir republikanarar nú fara at heita á hana um at taka seg aftur. Men hon hevur lovað at halda fram til “SuperTuesday”, tá undanval verður í 15 statum.
Næsta stríðið millum Trump og Haley verður 24. februar í statinum South Carolina. Hetta er heimstaturin hjá Nikki Haley, og hon hevur eisini verið guvernørur har.
Haley fekk triðflest atkvøður á fyrsta undanvalinum, sum varð hildið í Iowa. Nummar tvey gjørdist Ron DeSantis, sum síðan hevur tikið seg aftur, og nú vísir Trump sín fulla stuðul.
Sambært Edison Research, verður tað helst sitandi forsetin, Joe Biden, ið fer at vinna undanfalið hjá demokratunum í New Hampshire.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 24. Jan 2024
Meira enn 100 vinnulívsfólk, politikarar og onnur vóru við til kunnandi tiltak um útbygging av olju- og gasskelduni Rosebank á Hilton í farnu vikun
Tey komu úr øllum heraðshornum i landinum og umboðaðu eitt stórt fjølbroytni av føroyskum veitarafyritøkum. Forvitnisligt var at síggja umboð fyri eitt nú havnir og skipasmiðjur í Tórshavn, Runavík, Klaksvík og Vági leggja sær leiðina til høvuðsstaðin at hoyra, hvat leiðandi fólk í norska orkufelagnum Equinor høvdu at fortelja um stóru útbyggingina av Rosebank olju- og gasskelduni skamt frá føroyska markinum.
Útbyggingin varð góðkend av bretskum myndugleikum í fjør, og er longu farið undir at gera klárt til framleiðslu um 2-3 ár. Henda orkuleiðin verður tá ein av teimum størstu á bretska landgrunninum, og fer at framleiða í 25 ár eftir tað. Keldan goymir 300 milliónir tunnur av olju og gassi.
Bæði í Skotlandi, Hetlandi og Noregi eru veitarafyritøkur longu farnar undir at fyrireika útbyggingina. Og nú teinurin frá Rosebank til Føroya er væl stytri enn til eitt nú Aberdeen, letur tann sannroynd so eisini upp fyri møguligum føroyskum tænastum so sum bunkring, manningarskifti, proviantering, umvæling osfr., tænastur, sum føroyskar fyritøkur longu hava víst, at tær kunnu veita í kapping við líknandi fyritøkur í okkara grannalondum.
Teir níggju brunnarnir, sum vórðu boraðir á føroyska landgrunninum frá 2000 til 2014, settu nógvar ringar í sjógvin við avleiddum virksemi í Føroyum. Tær royndirnar og tann vitanin, sum fekst burtur úr leitingini tá, kunnu gerast eitt gott grundarlag hjá føroyskari veitingarvinnu komandi árini at bjóða sínar vørur og tænastur fram til nýtt virksemi eystan fyri Føroyar/vestan fyri Hetland.
Á kunningartiltakinum á Hilton, sum Sjóvinnufelagið og FOÍB skipaðu fyri, greiddi ovasti stjórin hjá Equinor í Bretlandi, Arne Gürtner, frá virkseminum hjá Equinor sum heild bæði innan olju og gass og innan varandi orkukeldur so sum vindorku.
Eftir hann kunnaði føroyingurin, Jákup Øregaard, sum hevur arbeitt hjá Equinor í ein mansaldur sum leiðari fyri boringum serliga uttan fyri Noreg, frá Rosebank verkætlanini og varð spildurnýggjur filmur um Rosebank verkætlanina vístur í stóra og rúmliga fundarhølinum á Hilton.
Seinast hevði Richard Mortensen frá Mest eina framløgu um Føroyar sum tilffeingisdepil í Norðuratlantshavi og um føroyskar veitarafyritøkur. Eisini var høvi hjá Louis Wilson, umboðsmanni hjá FOÍB í Bretlandi, at greiða frá um FOÍB og hvussu henda forkunnuga vitjan kom í lag.
Eftir kunningartiltakið varð vitjað hjá fleiri føroyskum vinnufyritøkum teirra millum Føroya Tele, Mest, Skansi Offshore, Atlantic Airways, PM heilsøla, ASB og Runavíkar havn.
Eisini varð leiðin løgd til Jarðfeingi, har kunnað varð um stóra kanningararbeiðið hjá stovninum at kunna bjóða fram serstøk áhugaverd øki nær markið til leiting.
Áðrenn gestirnir frá Equinor fóru avstaðaftur gekk leiðin niðan á Húsareyn at vitja SEV og tær tríggjar vindmylnulundirnar har.
Har vóru eisini umboð fyri EFFO, Magn og Umhvørvisstovuna tilstaðar. Terji Nielsen, menningarleiðari hjá SEV hevði eina framløgu um grønu orkukósina í Føroyum.
Somuleiðis kunnaði Heini Ellingsgaard frá EFFO um nýggju vindorkuætlanina Eysturlund. Eftir tað greiddi Arne Gürtner, stjóri hjá Equinor í Bretlandi frá um grøna orkuvirksemið hjá felagnum serstakliga í bretskum øki.
Vitjanin hjá Føroya Tele kann sigast at hava verið tann mest ítøkiliga, tí avtala er longu gjørd millum Equinor og Føroya Tele um veiting av fjarskiftistænastum umvegis Shefa kaðalin, ið gongur millum Føroyar og Hetland. Føroya Tele letur longu nú slíkar tænastur til orkufeløg á Atlantsmótinum og í Norðsjónum, har kundarnir m.a. eru BP og TotalEnergies.
Equinor umboðini kendu seg at vera sera vælkomin í Føroyum og fegnaðust um stóra áhugan frá føroyskari síðu fyri ikki minst Rosebank verkætlanini eystan fyri Føroyar.
Endamálið við vitjanini var fyrst og fremst at geva Equinorfólkunum eina fatan av Føroyum, undirstøðukervinum eins og vinnulívinum her. Hetta var fyrsta vitjan teirra í Føroyum, og við hesi vitjan ber til at siga, at fyrstu stigini eru tikin til eitt møguligt framtíðar samstarv millum norska orkufelagið og føroyskar veitarar og myndugleikar av ymsum slag - og hvør veit endurtaka samstarvið, ið varð millum táverandi Statoil og Føroyar.
Norski Equinorstjórin í Bretlandi er ikki sørt rørdur og bilsin av føroysku hondbóltsmonnunum, sum spældu javnt móti Norra. Sjálvur hevur hann alstóran áhuga fyri hondbólti. Tíðin fer at vísa, hvør áhugin verður fyri Føroyum í framtíðini, nú Equinor aftur er á gáttini til føroyska landgrunnin í ferð við at útbyggja eina ta størstu olju- og gasskelduna í Bretlandi. Livst so spyrst.
Myndir: Jan Müller
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 20. Jan 2024
Endamálið við at veita kundunum bensin E10 er at veita grønari brennievni fyri at lækka um útlátið
Næstu vikurnar fáa orkustøðirnar í Føroyum nýtt brennievni, sum er grønari. Hetta brennievnið er E10, og er tað mest brúkta brennievni í Danmark. Brennievnið er tað sum vit kenna sum blýfrítt, men við bioetanol.
Tað siga Effo og Magn í tíðindaskrivi.
Endamálið við at veita kundunum bensin E10 er at veita grønari brennievni fyri at lækka um útlátið. Harumframt er hetta tað mest brúkta í londunum rundan um okkum, og krav til londini í ES. Tískil verður tað torførari hjá orkufeløgunum at fáa fatur á bensini uttan íblandingarevnið bioetanol.
Tey flestu bensindrivnu akførini í Føroyum kunnu nýta bensin E10. Tað eru nøkur fá akfør, sum ikki skulu nýta bensin E10. Hetta eru vanliga ellisakfør, og eisini eru nakrar sláimaskinur og bátmotorar sum ikki kunnu nýta E10.
Hetta hevur onga ávirkan á tey, sum brúka diesel.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 25. Jan 2024
Føroyska vinnufelagið Tjaldur og stóra norska familjufyritøkan Ferd taka enn meira virknan leiklut í altjóða felagi.
Føroyska vinnufelagið Tjaldur og stóra norska familjufyritøkan Ferd eiga nú meira enn 90 prosent av felagnum Mintra. Hetta kom fram í eini fráboðan á Keypsskálanum í Oslo.
Mintra er skrásett á keypsskálanum í Oslo og sagt verður, at ætlanin hjá Tjaldur og Ferd er at taka felagið av keypskálanum.
Mintra veitir millum annað elektroniska frálæru innan orkuvinnuna og sjóvinnuna. Tjaldur og Ferd hava verið størstu eigarar í nøkur ár. Mintra hevur ment seg nógv hesi árini og keypti millum annað eitt svenskt felag innan somu vinnu á sumri í fjør.
Fleiri av teimum stóru sjóvinnufeløgunum og orkufeløgunum, sum t.d. Equinor, brúka tænastuna frá Mintra. Tað er serstakliga í Noregi og Onglandi, at felagið er virkið, men tað hevur eisini skrivstovur aðrastaðni.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 23. Jan 2024
Vinnararnir verða kosnir á ÍtróttaFagnaðinum í Løkshøll 10. februar
Tey tilnevndu til heiðurin ÍtróttaFELAGSSKAPURIN 2023 eru Mjølnir, Hondbóltssamband Føroya og B71.
Á ÍtróttaFAGNAÐINUM hjá ÍSF verður stóra arbeiðið, sum fer fram í ítróttafeløgunum og sambondunum, viðurkent við heiðurslønini ÍtróttaFELAGSSKAPURIN 2023. Her ber til at skjóta upp eitt vælvirkandi felag ella samband, sum ger eitt gott ítróttaligt og samfelagsligt arbeiði.
Mjølnir, Hondbóltssamband Føroya og B71 eru í uppskoti til viðurslønina ÍtróttaFELAGSSKAPURIN 2023, sum verður latin á ÍtróttaFAGNAÐINUM í Løkshøll leygarkvøldið 10. februar.
(Savnsmynd: Jens Kr. Vang)
Mjølnir
Mjølnir er eitt fevnandi felag, sum er sjónligt í lokalumhvørvinum. Venjingartilboð eru til børn úr 3 ára aldri og heilt upp til veteranar. Kvinnu- og mansliðini eru javnsett, og umstøðurnar góðar.
Mongu sjálvbodnu venjararnir verða eggjaðir til at taka venjaraskeið heima og uttanlands, og árliga verður skipað fyri menningarfundum,
Felagið skipar eisini fyri nógvum inntøkuskapandi tiltøkum – og nógvum trivnaðartiltøkum. Undan jólum er felagsvenjing og hugni, og kappingarárið endar altíð við hugnakvøldum.
Nevndin hevur verið støðug seinastu árini. Uppgávurnar eru greiðar, væl býttar og tey sjálvbodnu kenna sín leiklut. Felagið er nú eisini farið undir at orða, hvat tað merkir at vera aktivur limur í Mjølnir.
Mjølnir hevur seinastu árini droymt stórt og øðrvísi, við útlendskum venjarum og leikarum.
Umframt at vera mest vinnandi felag í Føroyum, var Mjølnir í fjør fyrsta føroyska felag í Challenge Cup – og tað við góðum úrsliti.
Fyri gott, drúgt og savnandi arbeiði verður Mjølnir tilnevnt til Ársins felagsskap 2024.
(Savnsmynd Olena Goffe)
B71
B71 er av sonnum ein savnandi felagsskapur fyri alla Sandoynna. Her eru bæði børn og vaksin virkin, og flestu fólk í oynni munnu onkursvegna hava eitt tilknýti til felagið – tað veri seg sum íðkarar, venjarar, áskoðarar ella hjálparfólk annars.
Hóast B71 fyrst og fremst er kent fyri fótbólt, fevnir felagið hartil eisini um flogbólt, hondbólt og futsal.
Fyri eina lítla oyggj sum Sandoynna - við smáum spjaddum bygdum - hevur tað ómetaligan týdning, at okkurt er, sum savnar øll. B71 skapar lív og samanhald í oynni, og tað skal ikki undirmetast hvønn sosialan, heilsuligan og lokalan týdning felagið hevur.
Tað sigur kanska nakað um savnandi megina, at hóast fólkatalið á Sandoynni er lágt, samanborið við onnur øki í landinum, hevur B71 kortini lið við í kappingini hjá øllum árgangum, bæði á gentu- og dreingjasíðuni í fótbólti.
Stórt fokus hevur verið á tey sjálvbodnu í felagsskapinum. Tey eru grundvøllurin, sum alt virksemið byggir á, og tey gera tað møguligt hjá einum so lítlum felagi at vera virkið. Seinnu árini er limatalið nógv vaksið, og tað merkist eisini aftur í trivnaðinum í felagnum.
Fyri sín ómetaliga týdning fyri trivnað og samanhald í Sandoynni verður B71 tilnevnt til Ársins felagsskap.
(Savnsmynd)
HSF
Hondbóltssamband Føroya hevur seinasta árið av álvara verið í ljósmála. Ígjøgnum sendingar og samrøður hevur almenningurin fingið innlit í hugsjónir, virðir og strategiir hjá felagnum. Vit hava sæð afturum góðu úrslitini seinastu árini og eru vorðin hugtikin av stóra, miðvísa arbeiðinum.
Huglag og hugburður hjá øllum teimum, ið eru knýtt at sambandinum, eru treytaleyst positiv, tá um føroysk evni og møguleikar ræður. Sannføring teirra um, at føroyskur hondbóltur kann kappast ímillum tey stóru, man hugtaka tey flestu.
Landsliðini hjá bæði U19 og U20 hava tikið lut í endaspølum og fingið úrslit sum ávíkavist nr 7 og 8.
Eingin føroyingur man heldur nakrantíð gloyma bragdið í Berlin, tá føroyska A-landsliðið á fyrsta sinni tók lut í einum EM-endaspæli. Allur hondbóltsheimurin hugdi at, tá ið visjónir og strategiir hjá HSF gjørdust veruleiki – og føroyska liðið var fult á hædd við kappingarneytarnar.
Øll hesi úrslitini eru bygd á eina breiddarhugsan, sum sigur, at um tað er stuttligt fyri øll at spæla hondbólt, samstundis sum vit menna talentini, fara úrslit at spyrjast burturúr.
Fyri miðvísa, skipaða og framúr góða arbeiðið við at menna føroyskan hondbólt verður HSF tilnevnt til Ársins felagsskap.
Tíðindaskriv frá ÍSF
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 25. Jan 2024
ÍtróttaFAGNAÐURIN verður í Løkshøll leygarkvøldið 10. februar. Jón Brekku, Jan Johannesen og Eyðdis Ellendersen eru tilnevnd
Í Føroyum eru nógvar eldsálir og á ÍtróttaFAGNAÐINUM, sum verður í Løkshøll - leygarkvøldið 10. februar verður ÍtróttaELDSÁLIN 2023 funnin.
Hesi trý eru tilnevnd:
Jón Brekku - Havnar Tennisfelag
Jón Brekku brennur av sonnum fyri tennisítróttini - bæði sum leikari, venjari, foreldur og nevndarlimur.
Seinastu mongu árini hevur Jón saman við øðrum eldsálum arbeitt fyri at útvega tennisítróttini betri karmar og tikið stig til regluligar tennisvenjingar bæði úti og innandura. Miðvísa arbeiðið hevur havt stóran týdning fyri tað spírandi tennisumhvørvið, sum nú er í Gundadali.
Í dag er Havnar Tennisfelag eitt virkið felag við íðkarum í øllum aldri, og øll eru vælkomin. Venjingar og kappingar eru vorðnar fleiri, og fleiri venjarar hava tikið við. Kortini sært tú til venjingar javnan Jón við kettjara í hond. Við síni róligu medferð og neyvu vegleiðingum fær hann øll at taka tennis í álvara.
Tað er avbjóðandi at vera ein lítil ítróttagrein, ið bert hevur tveir leikvallir og sum er so tengd at veðrinum. Men eldsálirnar lata seg ikki køva – og Jón Brekku er ein teirra, ið hevur slóðað fyri, at fleiri føroyingar nú eru tennisíðkarar og -fjepparar.
Hæddarpunktið av ótroyttiliga arbeiðinum var, tá ið nýggja tennishúsið varð tikið í nýtslu í summar.
Fyri sítt megnararbeiði fyri tennis í Føroyum verður Jón Brekku tilnevndur til heiðurin Ársins eldsál 2024.
Jan Johannesen - Flogbóltsfelagið Dráttur
Jan Johannesen er í stóran mun hjartað í flogbóltsfelagnum, Drátti.
Hóast hann ongantíð sjálvur hevur spælt flogbólt, hevur hann stórt sæð verið á øllum postum í felagnum. Hann hevur verið sjálvboðið hjálparfólk, nevndarlimur, kassameistari og venjari. Hann skipar fyri kappingum, trivnaðardøgum, marathonflogbólti og stuðulstiltøkum. Hann skaffar stuðlar og bakar enntá køku til dystir.
Hann er íðin áskoðari úti sum heima, og sjálvt um hann stundum er einsamallur, smæðist hann ikki burtur, men heppar á Drátt allan dystin á tamb. Til heimadystir er Jan fyrsti maður at rigga til, og sama hvussu úrslitini laga seg, er hann altíð klárur við eini jaligari viðmerking aftan á dystin.
Til seinastu venjing undan jólum hjá bæði børnum og vaksnum plagar Jan at møta upp í leiklutinum sum jólamaður og bjóða øllum pakka. Tað er eisini Jan, sum tekur sær av at dagføra sosialu miðlarnar hjá felagnum og kunna um, nær dystir eru. Hartil hevur hann gjørt ein talgildan jólakalendara um flogbólt og flogbóltsleikarar.
Fram um alt syrgir Jan fyri, at øll kenna seg vælkomin – bæði tey, sum spæla við Drátti, og tey, sum koma at spæla ímóti Drátti.
Hóast uppgávurnar, sum Jan átekur sær, eru sera nógvar í tali, verða tær kortini altíð loystar við einum eyðkendum og smittandi smíli.
Fyri sítt stóra og ótroyttiliga arbeiði – bæði fyri ítróttin og trivnaðin – hjá børnum og vaksnum í Drátti verður Jan Johannesen tilnevndur heiðurin sum Árins eldsál.
Eyðdis Ellendersen - Tvøroyrar Bóltfelag
Síðani Eyðdis Ellendersen á fyrsta sinni kom í nevndina hjá TB í 2003, hevur hon lagt nógva tíð og orku í at hjálpa Tvøroyrar Bóltfelag við øllum hugsandi viðurskiftum. Bæði í góðum og truplum tíðum.
Fyrstu árini hevði hon ungdsómsdeildina, men seinnu árini hevur hon havt ein fjøltáttaðan leiklut í starvsnevndini. Tað krevur nógv at reka eitt lítið felag sum TB - bæði praktiskt og fíggjarliga. Men Eyðdis er stórt sæð við til alt.
Tá ið skipast skal fyri árliga fótbóltsskúlanum, við 150 børnum úr øllum landinum, er Eyðdis við. Tá ið skipast skal fyri luttøku í kappingum uttanlands, er Eyðdis við. Tá ið peningur skal savnast inn, eitt nú við dansi, basari, tombola, bingo, neytamykjuapping o.s.fr, ja, so er Eyðdis við.
Hvørt sunnukvøld lesur hon tøl upp í Online Bingo, sum TB fann uppá undir korona, og til allar heimadystir hjá TB er Eyðdis í sving, antin hon stendur fyri at selja atgongumerki, lutaseðlar ella kaffi – ella við at varta leikarar upp áðrenn dyst ella eftir venjing.
Eyðdis sigur aldri nei, tá hon verður spurd. Heldur ikki til uppgávur, sum liggja uttanfyri hennara øki - til dømis í samband við leikarasáttmálar, fíggjarlig viðurskifti ella at bíleggja útlendskum leikarum ferðaseðlar. Eitt skifti var hon enntá forkvinna í TB.
Jaligi hugburðurin hjá Eyðdis smittar bæði nevndarlimir og hjálparfólk í felagnum og ger trivnaðin góðan. Hetta positiva huglagið í TB hevur við sær, at fólk uttanfyri vilja sleppa uppí felagsskapin.
Fyri sítt jaliga lyndi, stóra hjálpsemi og týdningarmikla arbeiði í TB verður Eyðdis Ellendersen tilnevnd til Ársins eldsál.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 26. Jan 2024
Nevndin í Úrvali hevur játtað 21 umsóknum umboðandi 10 ítróttagreinar stuðul til úrvalsítrótt í 2024
Á hvørjum ári metir nevndin í Úrvali um, hvussu úrvalsítróttin skal stuðlast. Í ár fáa 21 umsóknir játtandi svar, og tað eru umsóknir bæði til einstaklingar og lið. Samanlagt er talan um stuðul til 16 einstaklingar og fimm lið, verður sagt í
Íðkarar og lið umboðandi 10 ítróttagreinar fáa stuðul úr Úrvali í 2024. Hetta eru íðkarar og lið frá taekwondo, fimleiki, badminton, bogaskjóting, flogbólti, frælsum ítróttum, styrki, súkkling, svimjing og hondbólti. Fimm ungir íðkarar/lið fáa stuðul úr Úrvali umvegis bólk 3. Hesi eru flogbóltur U16/17 gentur og dreingir, fimleikur Ronja Johannesen, hondbóltur U06 menn, badminton Ranja Joensen og ungir úrvalssimjarar.
Nevndin í Úrvali staðfestir eina góða gongd innan úrvalsítróttin, sum ber boð um, at føroyskur ítróttur sum heild er í stórari menning.
- Ítróttaárið 2023 hevur verið hendingarríkt. Vit kunnu staðfesta, at støðið hjá okkara íðkarum er hækkandi. Vit síggja væl skikkaðar umsøkjarar, og tað tykist sum, at hópurin av skikkaðum umsøkjarum økist alsamt. Tað er gleðiligt, sigur nevndin í Úrval.
37 umsóknir komu inn um úrvalsstuðul í 2024, og søkt var um tilsamans 6,2 milliónir krónur.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 23. Jan 2024
Hósdagin 22. mars spælir manslandsliðið ársins fyrsta dyst, tá Føroyar og Liktinstein møtast í venjingardysti á Marbella Football Center í Spania
Føroyska A-landsliðið við monnum skal spæla í alt tíggju dystir í hesum árinum – seks dystir í UEFA Nations League, og fýra venjingardystir.
Og nú er greitt, at ársins fyrsti dystur hjá Håkani Ericson og hansara monnum verður hósdagin 22. mars, tá Føroyar og Liktinstein møtast í venjingardysti á Marbella Football Center í Spania.
Fýra dagar seinni, týsdagin 26. mars spæla Danmark og Føroyar venjingardyst á Brøndby Stadion.
Føroyska manslandsliðið hevur sjey ferðir áður roynt seg ímóti Liktinstein, og higartil hava Føroyar vunnið allar dystirnar, við samlaða málmuninum 17-4.
Í juni mánaða eru aftur tveir venjingardystir á skránni, og síðani verður Nations League í heyst. Lutakastið til Nations League verður hósdagin 8. februar.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 22. Jan 2024
Leikskráin er løgd, og fyrsti dysturin verður millum 07 Vestur og Víking á Dungasandi
Landskappingin í fremstu deildini hjá monnum er nú klár. Ársins fyrsti dystur í Betri Deildini verður á Dungasandi leygardagin 9. mars millum 07 Vestur og Víking
Leygardagin 9. mars klokkan 17 fer fótbólturin á rull aftur í fremstu deildini hjá monnum. Landskappingin í Betri Deildini er nú klár, og lagt verður frá landi vikuskifti 9. og 10. mars.
Ársins fyrsti dystur verður á Dungasandi í Sørvági, har 07 Vestur tekur ímóti Víkingi. Sunnudagin 10. mars eru hinir fýra dystirnir í fyrsta umfari á skránni, og tá møtast liðini soleiðis: B68 – B36, KÍ – ÍF, Skála ÍF – EB/Streymur og HB – NSÍ.
Summarsteðgurin verður frá fyrst í juli til fyrst í august, og síðani verður spælt uttan íhald – tó undantikið við tveimum landsliðssteðgum – til leygardagin 26. oktober, tá landskappingin endar. Og í síðsta umfari eru dystirnir hesir: EB/Streymur – HB, Víkingur – 07 Vestur, B36 – Skála ÍF, ÍF – KÍ og NSÍ – B68.
Finalan um Løgmanssteypið verður á Tórsvølli leygardagin 2. november.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 23. Jan 2024
Sum nakað nýtt í føroyskum fótbólti hevur FSF nú átikið sær uppgávuna at seta klokkutíð á dystir nógv umfør fram. Í fyrstu syftu er talan um fyrstu sjey umførini
Í vikuni kunngjørdi Fótbóltssamband Føroya leikskránna fyri kappingarárið 2024 í Betrideildini hjá monnum.
Har gjørdist millum annað greitt, at ársins fyrsti dystur í Betri Deildini verður á Dungasandi leygardagin 9. mars millum 07 Vestur og Víking, at summarsteðgurin verður frá fyrst í juli til fyrst í august, og at seinasta umfar verður leygardagin 26. oktober.
Tá hugt verður eftir leikskránni, loypur tað kanska serliga í eyguni, at allir dystirnir í sjey av teimum 27 umførunum longu hava ásetta dagfesting og klokkutíð. Hetta er nakað nýtt - serliga tað við klokkusletti. Summi umfør seinni eru so at siga fastløgd, í mun til dagfesting, men 1-7 verður helst lítið ella gjørt við, fram til bólturin rullar.
Fyrr hevur FSF ásett dagfesting í rímiliga góðari tíð, har tað tó hevur verið møguleiki fyri broyting eftir áheitan frá heimaliðið/feløgunum. Tað er felagið, sum hevur heimavøll, ið hevur ásett, nær dysturin skal byrja.
Soleiðis er ikki longur. Summir viðmerkjarar hava sagt, at FSF átti at tikið ræðisrættin frá feløgunum, millum annað tí ov stórar óvissur eru. Tað er so at siga tað, sum er hent nú. Sum skilst ynskir FSF, at feløgini ikki skulu hugsa so nógv um klokkutíðirnar í fremstu mansdeildini longur.
Her sæst, júst nær dystirnir í teimum fyrstu trimu umførunum verða spældir (Skýggjamynd: FSF)
Harvið er longu nú greitt, hvør møtir hvørjum nær - og heilt neyvt - til og við endan av apríl. Portalurin hevur fingið upplýst, at tíðiliga í apríl verður endaliga ásett, júst nær allir dystirnir í mai verða spældir
Feløgini hava gingið við til, at FSF ásetir dystirnar, og tey hava í januar møguleika at gera viðmerkingar og biða um møguligar lítlar broytingar. Sum skilst verður tað bert undir heilt serligum umstøðum, at ein dystur verður fluttur stutt undan at hann eigur at verða spældir.
Hetta er so útgangsstøði, og tað skal eftir ætlan gera tingini greiðari. Eitt annað ið sæst aftur er, at FSF ynskir, at dystirnir eru spjaddir. Vit eru væl og virðiliga farin frá, at fimm dystir byrjar klokkan 15 sunnudag. Í flestu umførunum higartil eru dystir tríggjar ymiskar dagar, og flestu vikudagarnir eru umboðaðir. Tað kemur ikki fyri, at fleiri enn tveir dystir byrja samstundis.
Møguleiki skal vera fyri at síggja føroyska fótbólt ymiskt tíðspunkt, og tað skal bera til at seta sjóneykuna á nógvar dystir í hvørjum einstøkum umfari. Sum kappingarárið líður kann gerast tættari ímillum dystirnar. Hetta kann millum annað vera tí at hvíld millum dystir ikki skal geras ov ólík.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 23. Jan 2024
Grundspælið í Betri Deildini hjá kvinnum er klárt. Fyrsta umfar verður spælt mikudagin 27. mars
Fyrr í ár varð kunngjørt, at fremsta deildin hjá kvinnum fór at vera skipað sum grundspæl og endaspæl. Og nú er greitt, hvussu leikskráin fyri grundspælið sær út.
Fyrsta umfar er á skránni mikudagin 27. mars, og tað møtast liðini soleiðis: NSÍ – Skála ÍF, B36 – 07 Vestur, HB – KÍ og Víkingur – TB/FCS/Royn. Níggjunda liðið í kappingini er FC Hoyvík.
Síðsta umfar í grundspælinum verður spælt sunnudagin 11. august, og eftir tað verða liðini skipað í tveir bólkar – nummar 1 til 5 fara at dystast um FM, meðan liðini frá nummar 6 til 9 spæla um at vinna niðarabólkin.
Harafturat verður eisini skipað fyri einari minni steypakapping, ið kemur afturat vanligu steypakappingini. Minna steypakappingin er fyri liðini, sum eru í niðara bólkinum í endaspælinum, umframt feløgunum, sum hava sítt besta lið í 1. deild.
Landskappingin (grundspælið) sæst her
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 23. Jan 2024
Tveir venjingardystir eru á skránni, tá kvinnulandsliðið fer á venjingarlegu í Malta um ein mánað
Sum liður í fyrireikingunum til dystirnar í komandi EM-undankapping, sum eru á skránni í vár og í summar, fer A-landsliðið við kvinnum á venjingarlegu í Malta frá 19. til 27. februar.
Og umframt venjingar, skulu føroysku kvinnurnar eisini spæla tveir venjingardystir á ferðini. Tann fyrri verður móti Malta mikudagin 22. februar, meðan seinni venjingardysturin verður móti Albania leygardagin 25. februar.
Báðar dagarnar byrjar dystirnir klokkan 17.
Hvørji mótstøðulondini verða í EM-undankappingini, verður avgjørt við lutakasti, sum verður týsdagin 5. mars.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 26. Jan 2024
18-ára gamla hoyvíkskvinnan spældi yvir 80 minuttir í góða javnleikinum móti Paris í Gøteborg í vikuni. Avgerandi dysturin verður í Madrid mikukvøldið
Mikukvøldið tók BK Häcken móti Paris FC í næstseinasta umfarinum í Champions League-bólkaspælinum hjá kvinnum. Svenska felagið var undan dystinum eitt stig framman fyri franska høvuðsstaðarfelagið, og soleiðis er eisini eftir málleysu uppgerðina.
Bæði liðini høvdu annars góðar møguleikar at avgera dystin - millum annað misnýtti Häcken eitt brotsspark í fyrra hálvleiki. Tær í gulum og svørtum hava tó framvegis fyrimunin í mun til at koma víðari, tí tær eru á 2. plássi í bólkinum.
Støðan í bólkinum eftir fimm umfør:
1. Chelsea 11 stig
2. BK Häcken 8 stig
3. Paris FC 7 stig
4. Real Madrid 1 stig
Tvey lið koma víðari til fjórðingsfinalurnar
6. og seinasta umfar
Mikudagin 30. januar
17.45: Real Madrid - BK Häcken
Paris FC - Chelsea
Jóhanna Fossdalsá Sørensen hevur spælt við Häcken síðani síðsta summar, tá hon skifti úr Superliga-felagnum FC Nordsjælland. Hoyvíkskvinnan var innskiftari í fyrsta Champions League-dystinum, sum Häcken vann í Paris. Jóhanna er byrjað inni í trimum teimum seinastu dystunum í kappingini - tveimum móti Chelsea. Mikudagin spældi hon 82 minuttir á sentrala miðvøllinum móti Paris FC.
Harvið er Jóhanna Sørensen longu í einum heilt góðum parti av evropeiskum fótbólti, tí bert 16 lið eru í Champions League-bólkaspælinum.
Jóhanna er uppvaksin í HB, men spældi í nógv ár í donskum ungdómsfótbólti. Higartil hevur 18-ára gamli spælarin umboðað donsku ungdómslandsliðini.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 25. Jan 2024
Ein samd starvsnevnd hevur avgjørt at seta Kristin Dam Ziska í starv sum aðalskrivara hjá Fótbóltssambandi Føroya
Tað verður Kristin Dam Ziska, ið tekur við starvinum sum aðalskrivari hjá Fótbóltssambandi Føroya. Hetta varð avgjørt á starvsnevndarfundi hjá FSF farna fríggjadag, tá ein samd starvsnevnd tók undir við tilmælinum hjá setanarbólkinum.
– Hetta er ein ótrúliga spennandi og týdningarmikil uppgáva, sum eg við gleði og ágrýtni nú fari undir. Saman við feløgunum ynskja vit áhaldandi at betra og menna føroyskan fótbólt fyri at røkka okkara felags málum, sigur Kristin Dam Ziska við heimasíðuna hjá Fótbóltssambandi Føroya.
Kristin Dam Ziska er 38 ára gamal. Hann er útbúgvin búskaparfrøðingur, og hevur seinastu 12 árini verið varaaðalskrivari í FSF.
– Ein av fyrstu uppgávunum verður at dagføra bygnaðin fyri Fótbóltssamband Føroya, so hesin er samsvarandi tørvinum hjá føroyskum fótbólti, sum hevur verið undir stórari menning seinastu árini, sigur nýggi aðalskrivarin.
Kristin Dam Ziska tekur við starvinum sum aðalskrivari beinanvegin. 18 umsóknir vóru til starvið.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 20. Jan 2024
25-ára gamla Rebekka Benbakoura hevur gjørt stuttan sáttmála við GPO Kastorias í Grikkalandi, har hon skal spæla fótbólt fulla tíð
Síðsta vetur skifti hon frá HB til KÍ, og sum tølini hjá FaroeSoccer vísa, so fekk Rebekka Banbakoura nógv burturúr í Klaksvík. Havnarkvinnan skoraði 24 mál í 27 dystum fyri føroyameistararnar.
Nú leitar Rebekka heilt nýggjar leiðir. Heimasíðan bolt.fo visti í vikuni at siga, at føroyski landsliðsleikarin hevur skrivað undir sáttmála við felag í bestu deildini í Grikkalandi.
Í nýggjastu útgávuni av blaðnum Ellivu tosaði Rebekka um tað at møguliga spæla uttanfyri landoddarnar, um gott høvi kom til tess. Hon greiðir soleiðis bolt.fo frá tilgongdini viðvíkjandi nýggja felagnum:
- Tað kom í lag, tí ein hevði fylgt gongdini hjá mær í eina tíð, kendi felagið og at tey høvdu brúk fyri einum áleypara. Síðan tóku tey samband og av tí, at kappingin er ígongd í Grikkalandi, gekk alt rættiliga skjótt fyri seg. Eg visti væl, at tá tað byrjaði at gerast ordiliga seriøst, so var valið egentliga tikið fyri meg, tí eg mátti royna hetta. Eg havi sjálv altíð sæð upp til fólk, ið hava búð í øðrum londum og havi sjálv vilja roynt tað síðan eg kann minnast, so hetta var bara til høgra beini, at eg bæði kann búgva her og spæla fótbólt fullatíð.
Rebekka Benbakoura í Nations League-dysti fyri Føroyar móti Kýpros (Mynd: Sverri Egholm)
GPO Kastorias liggur í løtuni á 9. plássi í besti griksu deildini. Har eru 14 lið. Tólv umfør eru spæld, so kappingin er nærum komin í helvt. Rebekka Benbakoura hevur gjørt sáttmála til kappingarenda, sum er í mai. Sambært styrkislistanum hjá UEFA yvir fremstu kvinnudeildirnar í Evropa liggur Grikkaland nummar 32. Føroyar eru næstniðast - á javnsettum 48. plássi. Hettta er bygt á evropeisk úrslit seinastu árini.
Rebekka Fjallsá Benbakoura hevur spælt 17 A-landsdystir. Hon hevur vunnið FM og steypakappingina og spælt 128 dystir í Betrideildini/steypakappingini og hevur skotið útvið 90 mál. Í fjør spældi Rebekka tveir Champions League-dystir fyri KÍ. Í 2020 fekk áleyparin krossbandsskaða, ið helt henni av vøllinum í útvið tvey ár.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 25. Jan 2024
Álopskendi profilurin fer í gongd við sítt triðja ár í felagnum. 29-ára gamli serbin hevur verið í Føroyum í nógv ár og hevur yvir 300 dystir í Betrideildini
Seinastu tvey árini hevur Filip Djordjevic spælt 53 dystir fyri EB/Streym. Í 2022 endaði felagið á fimta plássi - hægsta endaplássið hjá EB/Streymi í Betrideildini síðani 2014 - og Filip varð valdur til ársins spælara í felagnum.
Í fjør var álopskendi spælarin nakað darvaður av skaða í fyrru hálvu, men var týðandi eftir summarsteðgin, tá EB/Streymur meira ella minni tryggjaði sær plássi í deildini.
Nakað av óvissu hevur verið um, hvar Filip fer at spæla í 2024, og har var íhvussu er tilboð úr onkrum øðrum føroyskum felagi. Nú er tó greitt, at nýggjur sáttmáli er gjørdur millum Filip Djordjevic og EB/Streym.
- Við Filipi hava vit fingið ein sera royndan offensivan leikara við sera góðum dygdum (...) Vit eru sera glað fyri, at Filip Djordjevic hevur valt at halda fram í felagnum. Filip hevur skrivað undir ein eitt ára sáttmála og verður hetta nú hansara triðja kappingarár í EB/Streymi, skrivaði felagið á Facebook í vikuni.
Við hesum hevur EB/Streymur tryggjað sær eina týðandi undirskrift til næsta kappingarár.
Serbin, ið fyllur 30 ár beint undan kappingarbyrjan, hevur verið í Føroyum síðani 2010. Hann hevur spælt beint yvir 300 dystir í Betrideildini, sum Filip hevur verið við til at vunnið tvær ferðir við Víkingi. Hann vann eisini Løgmanssteypið fýra ferðir, á rað, við sama felagið, og samanlagt hevur Filip Djordjevic yvir 50 mál á hægsta stigi í Føroyum.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 25. Jan 2024
22-ára gamli Oddur í Haraldsstovu Petersen fekk eitt veruligt gjøgnumbrot í fjør, tá hann skeyt sjey mál fyri 07 Vestur í Betrideildini
- Í fjør vísti Oddur, at hann heilt sikkurt er ein spælari á veg fram við sjeymíla ferð. Oddur fekk møguleikan sum álopsspælari, og tók hann væl. Oddur gongur á odda, tá ið stríðast skal. Hann arbeiðir til hann liggur.
Soleiðis skrivaði 07 Vestur á heimasíðu sínari í vikuni.
Oddur í Haraldsstovu Petersen er sørvingur, og spældi í nøkur ár í 1. deild og 2. deild. Í fjør var hann at síggja í Betrideildini, og spældi Oddur 25 av teimum 27 dystunum hjá 07 Vestur, ið endaði á 5. plássi.
Nummar 27 vísti seg væl fram. Hann spældi fyri tað mesta sum áleypari - er annars uppruna miðvallari - og skoraði sjey mál. Hetta var næstflest hjá liðnum
07 Vestur hevur havt fitt av frágongd í vetur, og millum annað er beiggi Oddur Petersen, málverjin Ari í Haraldsstovu Petersen, farin til KÍ. Nú er so endaliga greitt, at Oddur er ein av teimum, sum heldur fram í 07 Vestur.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 25. Jan 2024
Hann kemur úr bestu finsku deildini
B36 hevur gjørt sáttmála við Jelle van der Heyden fyri kappingarárið 2024.
28 ára gamli miðvallarin hevur seinasta árið spælt fyri IFK Mariehamn í bestu finsku deildini.
Í fimm ár umboðaði hann niðurlendska stórfelagið Twente. Tað var í tíðarskeiðnum frá 2014 til 2019. Har spældi hann 34 dystir í Eredivisie, sum er besta fótbóltsdeildin í Niðurlondum. Í 2019 var hann eisini við til at vinna barndómsfelagið upp úr næstbestu deildini.
Eftir uppflytingina skifti hann til danska Vendsyssel í næstbestu deildini, har hann spældi fýra kappingarár. Í fjør fór hann so til Finnlands at royna seg.
Jelle van der Heyden hevur eisini spælt tríggjar dystir fyri niðurlendska U21-landsliðið.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 21. Jan 2024
48-ára gamli Espen Haug er næsti maðurin í nýggja venjaratoyminum. Hann hevur síðst verið høvuðsvenjari í triðbestu norsku deildini og skal nú hjálpa Haakon Lunov í Klaksvík
- Enn ein norsk greipa fer at standa á odda fyri besta liðnum hjá KÍ í 2024 og 2025. Avtala er gjørd við norðmannin Espen Haug um at vera hjálparvenjari hjá Haakon Lunov.
48 ára gamli Espen Haug er best kendur í Noregi sum miðvallari hjá Raufoss og síðani venjari í felagnum. Hann spældi 61 dystir í Eliteseriuni.
Haug hevur eisini verið venjari hjá Gjøvik-Lyn í seks ár - frá 2018 til og við 2023 - og hevur nú gjørt av at taka við nýggjum avbjóðingum í KÍ.
Har skal hann vera høgra hond hjá Haakon Lunov. Mads Kleiv, sum varð settur í desember, er eisini í venjaratoyminum hjá Betri monnum, umframt at hann hevur næstbesta liðið og leiklutin sum "skiftisvenjari". Harvið avloysa tveir norðmenn Daniel Berg Hestad og Sjúrð Jacobsen, sum ikki eru í felagnum í ár.
Geza Turi heldur fram sum málmansvenjari, og harvið manglar KÍ nú bert at fáa fysiska venjaran uppá pláss. Elisabeth Vang er farin til Fredrikstad.
KÍ skrivar, at felagið fegnast stórliga um nýggja hjálparvenjaran, sum kemur til landið í morgin. Mánadagin fara Espen Haug og hópurin á venjingarlegu í Portugal.
Sáttmálin við Espen Haug er galdandi fyri kappingarárini 2024 og 2025.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 25. Jan 2024
Kollfirðingurin og klaksvíkingurin vunnu FM saman fyri felagið í 2012, og hava samanlagt spælt nærum 600 dystir fyri EB/Streym. Arnbjørn Hansen heldur fram sum hjálparvenjari - Niels Pauli Danielsen skal eisini spæla
EB/Streymur hevur skrivað undir við tvey sera kend nøvn í felagnum. Talan er um Arnbjørn Hansen og Niels Paula Danielsen, sum skulu hjálpa Sigfríði Clementsen á síðulinjuni hetta kappingarárið.
Arnbjørn og Niels Pauli hava samanlagt spælt 595 dystir fyri EB/Streym. Fyrrnevndi er kollfirðingur við nøkrum árum av royndum sum venjari á baki, sum gjørdist ein ímynd sum vandamikli áleyparin í felagnum í nógv ár. Hin er klaksvíkingur, sum tó hevur umboðað júst EB/Streym sum hart arbeiðandi miðvallari flestu árini sum vaksnamannaspælari. Hann skal nú royna seg í nýggjum leikluti eisini.
- Niels Pauli Danielsen skal vera leikandi hjálparvenjari hjá EB/Streymi. 35 ára gamli Niels Pauli hevur leikt í felagnum í átta kappingarár, og fer hann nú í gongd við sítt níggjunda kappingarár í felagnum. Hann var millum annað ein týðandi partur av liðnum, sum vann føroyameistaraheitið í 2012. Eisini fer Niels Pauli í gongd við UEFA-B útbúgvingina í vár.
Niels Pauli Danielsen (nr.17) í dysti á Eiði í fjør (Mynd: Sverri Egholm)
- Arnbjørn Hansen, sum júst hevur tikið UEFA-B prógv, fer nú undir sítt sætta kappingarár sum hjálparvenjari hjá EB/Streymi. Umframt hesi árini sum hjálparvenjari hevur Arnbjørn verið við til at vunnið tvey føroyameistaraheiti og fýra steypagull fyri felagið, skrivar EB/Streymur.
Harvið er venjaratoymi hjá EB/Streymi so at siga uppá pláss. Felagið hevur mist fleiri spælarar frá seinasta ári, men sum bolt.fo vísir á, so eru fleiri nýggir á veg inn
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 25. Jan 2024
Skálakvinnur standa í ár á egnum beinum eftir samstarv við EB/Streym í nógv ár
Tað verður 31 ára gamli Sveinur Ellefsen, sum verður høvuðsvenjari hjá kvinnunum í bestu deildini hjá Skála Ítróttarfelag.
Skála og EB/Streymur hava í nógv ár samstarvað um kvinnulið, men í fjør vóru feløgini samd um, at fara hvør til sítt.
Sveinur Ellefsen er 31 ára gamal, ættaður úr Miðvági og hevur verið virkin í fótbólti síðan á ungum árum. Hann hevur verið leikari í 1. og 2. deild hjá monnum í MB og 07 Vestur, og eisini virkað, sum venjari seinastu 15 árini. Hann er giftur við Hansu Heðinsdóttir Ellefsen og eru tey búsitandi á Skála.
Til aðalfundin hjá Skála Ítróttarfelag í 2023 bleiv Sveinur valdur inn í starvsnevndina hjá felagnum, og bleiv hann afturvaldur til nevndarvalið fyri 2024. Í samband við at Sveinur traðkar til, sum høvuðsvenjari hjá kvinnum fer hann at taka farloyvi frá nevndararbeiðinum.
Grundspælið í landskappingini hjá kvinnum fer í gongd 26. mars.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 26. Jan 2024
Í dag verður greitt hvørjum Føroyar skulu spæla ímóti í HM play-off dystunum
Í dag verður lutakastið til HM play-off dystirnar hjá manslandsliðnum. Lutakastið verður klokkan 12.
Londini eru styrkismett í tveimum pottum, og verður tað ein úti- og heimadystur í viku 19 í mai, sum koma at avgerða hvørji europeisk lond koma víðari til HM-endaspælið 2025, sum verður leikt í Danmark, Noregi og Kroatia.
Føroyar eru í potti tvey, og spæla móti einum landi úr potti eitt.
Londini eru styrkismett soleiðis:
Pottur 1:
Slovenia, Ungarn, Portugal, Eysturríki, Ísland, Niðurlond, Spania, Montenegro, Kekkia, Poland og Norðurmakedonia.
Pottur 2:
Georgia, Serbia, Føroyar, Sveis, Rumenia, Grikkaland, Bosnia Hersegovina, harumframt vinnararnir av hesum play-off dystum, sum verða leiktir í mars mánaði Slovakia – Ísrael, Estland – Ukraina, Belgia – Italia og Finnland – Litava.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 25. Jan 2024
Men líkamikið hvat av teimum ellivu liðunum vit trekkja, so verður tað ein ógvuliga trupul uppgáva í mai. Hetta sigur Peter Bredsdorff-Larsen, ið tó eisini leggur dent á, at Føroyar eru eina uppgerð frá HM-endaspæli
Á middegi í dag verður greitt, hvørjum føroyska manslandsliðið í hondbólti skal dystast við í mai um HM-pláss. Talan er um tveir dystir, ein á heimavøll og ein á útivølli, har atgongumerki til endaspælið í januar 2025 stendur uppá spæl.
Ellivu møguleikar eru í lutakastinum. Føroyar eru ikki styrkismettar.
Pottur 1 - hesi kunnu Føroyar trekkja:
Slovenia
Ungarn
Portugal
Eysturríki
Ísland
Niðurlond
Spania
Montenegro
Kekkia
Poland
Norðurmakedonia.
Sum sæst omanfyri so er talan um nógvar sterkar hondbóltstjóðir. Portalurin hevur tosað við Peter Bredsdorff-Larsen um møguleikarnar. Landsliðsvenjarin vil ikki peika á nakað ynskimótstøðulið ella marrumótsstøðu, men kann tó staðfesta, at Føroyar kunnu møta heilt ymiskum hondbólt.
- Tað er nú einaferð soleiðis, at man kan ikki gera so nógv við tað, tá talan er um lutakast. Tað er torført, at fyrihalda seg til áðrenn, men tað er eingin ivi um, at
tað er heilt stórur munur, hvat vit kunnu møta. Tað er millum annað greiður munur á fysikki og hondbóltsspæli hjá flestu tjóðunum á listanum. Líkamikið hvat so verður tað ein ógvuliga trupul uppgáva í mai.
Peter Bredsdorff-Larsen saman við Julian Johansen, hjálparvenjara, til tíðindafund í Berlin (Mynd: Sverri Egholm)
Peter Bredsdorff-Larsen hevur leitt Føroyar til sítt fyrsta A-endaspæl (EM), og í 2022 eydnaðist at koma júst her til í HM-undankappingini. Royndi danski venjarin staðfestir, at føroyskur hondbóltur tekur stór fet í løtuni.
- Alt, sum vit fáa beint nú, eru risastór royndir. Í 2022 spældu vit undankappingarbólk móti Luksemborg, Lettlandi og Italia fyri at koma longur í HM-undankappingi - nú eru vit her vegna EM-luttøkuna .Tað eru allatíðina stór fet fyri føroyskan hondbólt í løtuni, og líkamikið hvat so eru vit nú bert eina uppgerð (tveir dystir) frá einum HM-endaspæli, sigur Peter Bredsdorff-Larsen við Portalin.
Í dag fæst greiða á, hvørjum Føroyar skulu spæla ímóti í mai. Spælararnir eru nú í feløgunum aftur eftir EM. Høvi er at hittast aftur í mars fyri at fyrireika seg til HM. Landsliðsvenjarin upplýsir fyri okkum, at liðið savnast í Føroyum í viku 11 (11. - 17. mars) til venjingarlegu.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 26. Jan 2024
Samstundis sum suðuroyingar eru óførir at møta upp til ítrótt norðanfjørðs, tíma hini liðini ikki til Suðuroyar. Tað kundu tey staðfesta har suðri farna vikuskiftið
Aftur í ár merkja tey trupulleikan í Suðuroynni, at liðini úr meginøkinum ikki møta upp til ítróttadystir og kappingar í oynni.
Leygardagin var hondbóltur á skránni í Vágs Høll frá kl. 10 til 17, har 13 dystir skuldu spælast. Tá samanumkom, avlýstu flest øll liðini at koma suður, og í staðin fyri 13 dystir, eru tað nú tríggir dystir í Vágs Høll, skrivaði Suðuroyarportalurin.
Víðari varð sagt, at eitt stórt ferðalið av ítróttarfólkum úr Suðuroynni var norðanfjørðs sama dag. Bara hjá VB fóru eini 60 ítróttafólk við Smyrli sama morgun til hondbóltsdystir norðanfjørðs.
- Trupulleikin er ikki nýggjur, men er afturvendandi ár um ár, á sumri sum vetri. Nú mugu HSF, FSF og onnur á banan og krevja av feløgunum, at tey møta upp til dystir í Suðuroynni, skrivar Suðuroyarportalurin.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 20. Jan 2024
Bónus-kappingin, bólkur 1, kvinnur: SÍ – Fleyr B 3-0 (25-20, 25-23, 25-17)
B-liðið hjá Fleyr stóð seg óvæntað væl ímóti verandi steypavinnaranum SÍ, og serliga í øðrum setti vantaði lítið í, at Fleyr B vann settið, tá støðan var 23-22 til teirra, men SÍ vann síðan tríggjar bóltar á rað og settið 25-23. Fyrr í settinum hevði Fleyr B verið frammanfyri 14-9, men leikbrá vendi gongdini, og SÍ vann sjey stig á rað og legði seg á odda 16-14.
Fleyr B var eisini á odda 9-6 í fyrsta setti, áðrenn SÍ javnaði til 10-10 og legði seg á odda 19-12 og vann settið 25-20.
Eisini triðja setti fylgdi Fleyr B væl við og javnaði til 9-9, áðrenn tað dragnaði, og SÍ vann 25-17.
Støðan í Bónuskappingini, bólkur 1, kvinnur, eftir tvey umfør er tann, at Mjølnir og SÍ hava 6 stig meðan Fleyr b og Ternan onki stig hava.
Bónus-kappingin, bólkur 2, kvinnur:
TB – Dráttur 0-3 (22-25, 15-25, 16-25)
Tað var bara í fyrsta setti, at Dráttur fekk rættiliga mótstøðu. Vágaliðið hevði hug at draga frá beinanvegin, men TB kom afturíaftur og javnaði til 6-6 og fór síðan framum 14-9. TB helt seg frammanfyri til 20-19, tá ið Dráttur vann trý stig á rað og fór framum 22-20, áðrenn settið varð vunnið 25-22.
Eftir eina servu frá TB og sjey frá Henrikku Wang Jacobsen hjá Drátti var støðan 8-0 til útiliðið, og hóast TB vann fýra stig á rað og minkaði um munin til 4-8, so kom ongantíð spenningur í settið, tí stutt eftir legði Dráttur seg á odda 20-10, áðrenn settið varð vunnið 25-15.
Triðja sett var ikki stórt øðrvísi, tó at TB eina løtu minkaði um munin frá 5-10 til 12-14, men so gekk skjótt, og Dráttur legði seg á odda 18-12 og 23-14, áðrenn settið var vunnið 25-16.
Bónus-kappingin, bólkur 2, kvinnur:
Fleyr – KÍF 3-2 (25-21, 25-27, 26-24, 21-25, 15-12).
Tað stóð nógv á Fleyr í dystinum í steypakappingini mánakvøldið, har tað eftir tógvið stríð eydnaðist at vinna 3-2 á KÍF, sum er styrknað nógv við heimafturkomnu Elsu Samuelsen og nýggja brasilska leikaranum, Luana Luciano, sum er fim og slær hart.
Í fyrsta setti fór Fleyr fleiri ferðir eini trý stig framum, men hvørja ferð kom KÍF afturíaftur, og javnaði soleiðis til 4-4, 8-8, 16-16, 19-19 og síðani til 21-21, tá ið Fleyr vann fýra bóltar á rað og settið 25-21. Marita Heinadóttir lobbaði tann fyrsta bóltin í spannina, áðrenn hon var útskift við Annu Sáru L. Skaalum, sum kom inn at serva og legði fyri við einum serviessi. Teir báðar síðstu bóltarnar vann Hanna A. Olsen.
Hjá KÍF sá gott út, tá tær løgdu seg á odda 24-21 í øðrum setti eftir tvey serviess á rað frá Milju Silvansdóttir, men Fleyr javnaði til 24-24. Loksins eydnaðist KÍF tó at vinna 27-25 við fimta settbóltinum, tá smassjið hjá Fleyr fór út av síðulinjuni.
Fleyr gjørdi eitt gott hál í triðja setti, tá tær vunnu seks stig á rað og fóru frá 3-5 til 9-5, men KÍF tók alt innaftur og meira afturat, tá tær vunnu sjey stig á rað og fóru framum 15-14. Síðan skiftust liðini um at vera á odda. Sesilia J. Prior smassjaði KÍF framum 24-23, men settbólturin varð servaður í netið, eftir at Fleyr hevði tikið leikbrá. Í staðin fekk Fleyr settbólt, og hann plaseraði Helena Skylv Hansen ísakalt í spannina til 26-24.
Fá mundu vænta fimsettara, tá Fleyr legði seg á odda 10-4 í fjórða setti, men sjey bóltar seinni var KÍF brádliga frammanfyri 11-10. Elsa Samuelsen hevði langað tann fyrsta bóltin í blokkin hjá Fleyr og út, áðrenn hon sjálv fór aftur at serva – og legði fyri við einum essi. KÍF fór eisini framum 18-14 og megnaði at halda fjarstøðuna og vinna settið 25-21.
Í javnbrótaranun gjørdist støðan 5-5, áðrenn Fleyr fór framum 8-5, men KÍF javnaði tó aftur til 11-11. Fleyr fór framumaftur og fekk dystarbólt við støðuna 14-12, og endin varð, at Hanna A. Olsen við einum eitt sindur forkølaðum slagi sendi bóltin í fingrasnipparnar í KÍF-blokkinum og afturum og í gólvið til 15-12.
Støðan í bólki 2 í Bónus-kappingini, kvinnur, nú øll liðini hava spælt tveir dystir er tann, at Dráttur hevur 6 stig, TB 3, Fleyr 2 og KÍF 1 stig.
Nr. 1 í bólki 2 spælir ímóti nr. 2 í bólki 1, og nr. 2 í bólki 2 spælir ímóti nr. 1 í bólki 1. Hálvfinalurnar verða í Klaksvík 10. februar, og steypafinalan verður í Havn 24. februar.
Seinasta umfar í bólkaspælinum verður spælt í morgin, sunnudagin 28. januar.
Bólkur 1:
Kl. 13: Fleyr B – Tenan
kl. 14: Mjølnir – SÍ
Bólkur 2:
Kl. 14: Dráttur – KÍF
Kl. 16: Fleyr - TB
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 22. Jan 2024
Bónus-kappingin, menn: SÍ – ÍF 3-2 (25-12, 25-21, 20-25, 23-25, 15-12)
Árligi “SÍ-dagurin” var í Sørvági sunnudagin, har SÍ hevði boðið til flogbólt og hugna við tombola og øðrum, og um spenningur er hugnaligur, so fingu áskoðararnir eina sera hugnaliga løtu í dystinum um fyrstaplássið í bólkaspælinum í steypakappingini.
Einki var, sum bendi á fimmsettara, tá SÍ eftir 15 minuttir hevði smurt ÍF av í fyrsta setti. Leikandi venjarin hjá SÍ og besti servarin í kappingini, Cristiano Rodrigues Campos, fór at serva við støðuna 1-1 og við m.a. fýra essum á rað, gjørdist støðan 9-1. Campos hevði eitt servi-show aftrat frá 18-7 til 23-7, men hesa ferð kortini bara við einum essi.
Annað sett gjørdist tó nógv javnari, men Campos og hansara servur vóru aftur avgerandi, tá ið SÍ fór frá 12-11 til 16-11. ÍF fekk tó samband aftur og minkaði um munin niður í 19-20 og 20-21, men SÍ hóraði undan og vann 25-21.
Eftir at hava verið frammanfyri mest sum alt triðja sett, mundi ÍF mist takið, tá ið SÍ minkaði um munin frá 11-15 til 15-16, men so smassjaði Vuc Ilic í blokkin og út og fór síðani sjálvur at serva. Við sterkum blokki vann ÍF næstu fýra stigini og legði seg á odda 21-15, og eftir hetta kom settið ongantíð í vanda.
Tá ið SÍ legði seg á odda 7-2 í fjórða setti, sá út til, at tað bara var tað “typiska triðja settið”, sum ÍF vann, men fuglfirðingar megnaðu at venda dystinum og leggja seg á odda 13-10. SÍ javnaði tó aftur til 20-20, men tríggir bóltar á rað til ÍF gjørdust avgerandi, tó at SÍ kom upp á 23-24, áðrenn tað eydnaðist ÍF at vinna 25-23 við triðja settbóltinum, eftir at Vuc Ilic í tveimum førum hevði blokkað.
Í javnbótaranum skiftust liðini um at vera á odda, áðrenn støðan gjørdist 11-11, tá ið SÍ vann tríggjar bóltar á rað og legði seg á odda 14-11. Tóki í Haraldstovu, sum hevði spælt ein brand dyst fyri SÍ, átti stóran leiklut í hesum trimum stigunum. Dystarbóltin slóg Hjørtur Joensen í blokaduna og út til 15-12.
Fleyr – Ternan 3-0 (25-18, 25-23, 25-12)
Við nýggju monnunum úr Kanada, er Ternan eitt heilt annað lið enn áðrenn, og megnar at geva hinum mótstøðu, hóast tað enn restar eitt sindur í at vinna dystir. Hjá Fleyr spældu Dávið Ryan og veteranurin Suni Juul Pedersen við fyri fyrstu ferð í ár.
Fleyr legði seg greitt á odda 15-9 í fyrsta setti, men Ternan minkaði um munin til 14-15, áðrenn Fleyr so líðandi dró frá aftur og vann 25-18.
Í øðrum setti var Ternan leingi á odda, til Fleyr javnaði til 14-14 og fór framum 17-14 og 21-17. Ternan kom tó afturíaftur og javnaði til 23-23. Erich Perau hjá Ternuni vísti sínar dygdir hesa løtuna, men smassjið í settbóltinum tapti hann tó fyri blokaduni hjá Suna Juul Pedersen.
Í triðja setti var Ternan fyri ongum, og eftir 19 minuttir kundi Mattias Nolsøe Isaksen smassja sigurin heim til Fleyr, sum vann sítt sætta stig á rað og gjørdi tað til 25-12.
Støðan eftir tvey umfør í Bónus-kappingini er tann, at SÍ hevur 5 stig, ÍF 4, Mjølnir og Fleyr hava 3 stig og Ternan onki stig.
Fýra tey fremstu møtast í hálvfinalunum í Klaksvík leygardagin 10. februar, har nr. 1 spælir ímóti nr. 4 í aðrari hálvfinaluni, og nr. 2 og 3 møtast í hinari. Finalan í steypakappingini verður í høllini á Hálsi 24. februar.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 22. Jan 2024
Nýtt danskt met í 2.000 metrar inniróðri. Tíðin var 5 minuttir og 42 sekund
Sverri Nielsen setti farna leygardag nýtt danskt met í 2.000 metrum í inniróðri. Tíðin var 5 minuttir og 42 sekund.
Tað var tá kappingin um Danmakrsmeistaraheitið 2024 var í Gladsaxe Sportscenter.
Føroysku rógvararnir kláraðu seg væl. Umframt Sverra Nielsen vóru níggju ungir rógvarar úr Føroyum og fimm vaksir rógvarar.
Allir rógvararnir vunnu minst eitt heiðursmerki. Tilsamans 23 heiðursmerki. 10 gull, 7 silvur og 6 bronsu.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 21. Jan 2024
Allir føroysku rógvararnir vunnu minst eitt heiðursmerki
Kappast var um danmarksmeistaraheitið í inniróðri í Gladsaxw Sportcenter farna vikuskiftið.
Róðrarsamband Føroya hevði níggju ungar rógvarar við til kappingina umframt seks vaksnar rógvarar.
Tað varð róð í 2.000 og 1.000 metrum, 3 og 4 minuttum, umframt sprint 100 og 200 metrar. Flestu føroysku rógvararnir róðu tveir róðrar.
Róðrarsambandið skrivar, at tey eru sera errin av, at allir rógvarir vunnu minnst eitt heiðursmerki.
Í alt vunnu føroysku rógvararnir 23 heiðursmerkir – 10 gull, 7 silvur og 6 bronsu.
Gull vunnu:
Sarita Kristina Hansen, 2.000 metrar 30+LWErgo 7.33,1
Sarita Kristina Hansen, 1.000 metrar 30+LWErgo 3.38,7
Sóleyð Sigurðsdóttir Poulsen, 1.000 metrar 30+WErgo, 3.43,2
Sirið Helena Agnarsdóttir, 2 min. U13 WErgo 489 metrar
Sirið Helena Agnarsdóttir, 100 metrar, U13 WErgo, 0.22,8
Petra Johnsdóttir, 4. min. U15 WErgo 1.028 metrar
Petra Johnsdóttir, 200 metrar, U15 WErgo 0.40,1
Sverri Sandberg Nielsen, 2.000 metrar MErgo DIF Mesterskab 5.42,2
Jónas G. Hansson, 200 metrar, U17 MErgo, 0.31,5
Vár Guriardóttir Hansen, 200 metrar, WErgo, 0.33,0
Silvur vunnu:
Sóleyð Sigurðsdóttir Poulsen, 2.000 metrar 30+WErgo 7.52,7
Olivia Mortensen, 3 min. U14WErgo, 774 metrar
Rúnar Emil Dalsá, 4 min. U15MErgo 1.124 metrar
Rúnar Emil Dalsá, 200 metrar, U15MErgo 0.37,3
André Johannesen, 2.000 metrar, U18MErgo, 6.42,6
Zoe Elizabeth Dickson, 2.000 metrar, LWErgo, DIF Mesterskab 7.24,5
Hanna Hammer, 200 metrar, U19WErgo 0.39,7
Bronsu vunnu:
Vár Fróðadóttir, 4 min. U15WErgo 1.015 metrar
Jónas G. Hansson, 2.000 metrar, U16MErgo 6.47,0
Hanna Hammer, 2.000 metrar, U19WErgo 7.48,6
Arnar Daniel Hjaltason, 100 metrar, U13MErgo 0.21,8
Olivia Mortensen, 200 metrar U15WErgo 0.40,8
André Johannesen, 200 metrar, U19MErgo 0.30,8
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 22. Jan 2024
Tíðin 21,77 sekund er nýtt føroyskt met í 200 metra renning innandura
Fleiri føroyskir íðkarar í frælsum ítróttum vóru farna vikuskiftið í Íslandi og luttóku í innandurakappingini Stormót ÍR, sum Ítróttafélag Reykjavíkur skipar fyri, og sum er størsta innandura kappingin í Íslandi av hesum slag.
Ítróttafeløgini Bragdið og Hvirlan sendu fleiri av sínum ungu íðkarum til hesa stevnuna at seta fokus á persónligu menningina hjáteimum, og geva teimum upplivingina av at kappast í høll øtlað til frælsar ítróttir.
Eisini meira roynd ítróttafólk vóru við, eitt nú ungu evnaríku rennararnir Jónas Gunnleivsson Isaksen og Eiri Jógvansson Glerfoss.
Teir gjørdu bart í kappingini í 200 metra renning, og endaðu á fyrsta og øðrum plássi. Jónas setti nýtt føroyskt met við tíðini 21,77 sekund, meðan Eiri setti persónligt met á øðrum plássi við tíðini 22,35 sekund.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 22. Jan 2024
Átta leikarar á føroyska badmintonlandsliðnum kappaðust farna vikuskiftið í Aarhus, og Bjarnhild í Búð Justinussen tryggjaði Føroyum silvurheiðursmerki
Farna vikuskiftið luttóku átta leikarar á føroyska badmintonlandsliðnum í kapping í Aarhus. Kappast var bæði leygardagin og sunnudagin í greinunum einmansleikur kvinnur og menn, tvímansleikur og blandaður tvímansleikur.
Støðið á kappingini var høgt, og stóðu føroysku leikararnir seg væl, skrivar Badmintonsamband Føroya í tíðindaskrivi.
Føroysku leikararnir fingu fleiri góðar og tættar dystir. Serliga væl gekk tað hjá Bjarnhild í Buð Justinussen, sum var í hálvfinaluni í øllum greinum.
Í tvímansleiki spældi hon saman við Ranju Joensen - tær spældu eina sera spennandi hálvfinalu, sum tær tó taptu 2-1.
Eisini í hálvfinaluni í blandaðum tvímansleiki, sum Bjarnhild spældi saman við Magnusi Dal-Christiansen, var ein tættur trýsettari, sum tey tíverri eisini taptu 2-1.
Í hálvfinaluni í einmansleiki gjørdi Bjarnhild bart og vann hana 2-0, og finaluplássið var tryggjað. Bjarnhild kempaði væl, men tryggjaði Føroyum silvurheiðursmerki. Eitt sera flott vikuskiftið fyri ungu klaksvíksdamuna, skrivar Badmintonsamband Føroya.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 22. Jan 2024
Dómarin støðgaði dystinum tí mótstøðumaðurin hevði fingið eitt sár á skallan
Føroyski nevaleikarin David Kunoy frá Tórshavn Boksing fekk enn ein flottan sigur í skrínið farna vikuskiftið, tá hann var við á stóru donsku Galla Fight Night boksistevnuni, sum varð hildin í Gilleleje hallen.
Hann varð í fyrsta umfari boðin við á stevnuna at boksa móti einum lokalum boksara hjá Gilleleje Bokseklub yvir trý umfør í lættmillumvekt. Tá tað vísti seg, at hesin kortini ikki var førur fyri at boksa dystin, varð nýggjur mótstøðumaður valdur, Christian Overgaard, frá Herlev bokseklub.
David vann dystin, tá dómarin støðgaði dystinum í øðrum umfari. Danski boksarin, sum boksar rættiliga framboygdur, hevði fingið eitt stórt sár á skallan, og kundi tí ikki halda fram.
Dystrin var rættiliga rótutur, verður sagt, men teir bðaðir hóskaðu væl til hvønn annan, og úr báðum hornum var semja um, at teir eiga at fáa ein umdyst einaferð, tá tað liggur fyri.
David Konoy hevur nú boksað 18 dystir harav hann hevur vunnið teir 14. Tórshavn Boxing sær fram til fleiri altjóða dystir við honum á skránni, og arbeitt verður nú við at fáa hann við til størri altjóða kappingar.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 21. Jan 2024
Í dag fara 140 íðkarar úr fýra feløgum at kappast í Høllini á Hálsi í Havn
Í dag, leygardagin 27. januar, verður fyrra steypakapping í estetiskum fimleiki í Høllini á Hálsi í Havn, boðar Føroya Fimleikasamband frá.
Í kappingini luttaka fýra feløg við 20 liðum og 140 íðkarum. Feløgini, ið eru umboðað í kappingini eru Fimleikafelagið Ljósið, Havnar Fimleikafelag, Fimleikafelagið Støkk og Klaksvíkar Fimleikafelag.
Í alt koma seks pinkulið at kappast, seks smágentulið, fýra gentulið, tvey unglingalið og tvey kvinnulið.
Kappingin byrjar klokkan 13 við framførslum hjá pinkum, síðani smágentum, gentum, kvinnuunglingum og kvinnum. Eingin steðgur verður millum aldursbólkarnar, og væntast kappingin at vera liðug áleið klokkan 16. Dyrnar lata upp klokkan 12. Ynskja áskoðarar at skriva karakterirnar niður, verða teir biðnir um at taka penn við, skrivar Fimleikasambandið.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 24. Jan 2024
– Nú var tað tykkara tørn at fáa betri hølisumstøður, og tað hava tit fingið við hesum hølunum í Skansastovu, segði Annfinn Brekkstein, formaður í mentamálanevndini í Tórshavnar kommunu, tá hølini vórðu tikin í nýtslu
Havnar Dartfelag hevur nú fingið nýggj høli. Tey vórðu handað felagnum á samkomu hóskvøldið í farnu viku.
- Vit í Tórshavnar Kommunu royna alla tíðina at betra um møguleikarnar hjá okkara ítróttarfeløgum, nú var tað tykkara tørn at fáa betri hølisumstøður, og tað hava tit fingið við hesum hølunum í Skansastovu, segði Annfinn Brekkstein, formaður í mentamálanevndini í kommununi, tá hølini alment vórðu tikin í nýtslu.
Í røðu sínari vísti hann á, at felagið er vaksið nógv seinastu árini, og at limatalið nú er komið upp á 100.
- Havnar Dartfelag er eitt virkið felag, tit hava skipað fyri altjóða kapping her í Føroyum við stórari luttøku. Limir úr Havnar Dartfelag hava eisini gjørt vart við seg í kappingum uttanlands, har ein av tykkara limum fekk framúr gott úrslit, so eisini her hava vit føroyingar víst framúr góð úrslit. Tillukku við tí, segði hann.
Annfinn Brekkstein segði, at tað var umráðandi at skapa karmar til frítíðarvirksemi av alskyns slag, so borgarar hava eitt breitt úrval av frítíðaraktiviteti at velja ímillum at fara til.
– Tórshavnar Kommuna vil alla tíðina menna og víðka um møguleikarnar hjá ítróttinnum og øðrum frítíðaraktiviteti. Eg fari tí at ynskja tykkum hjartaliga tillukku við nýggju hølunum, segði hann.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 20. Jan 2024
Dystirnir í sætta umfari í landskappingini í talvi sunnudagin broyttu ikki støðuna millum oddaliðini í 1. deild
Dystirnir í sætta umfari í landskappingini í talvi seinasta sunnudag broyttu ikki støðuna millum oddaliðini í 1. deild.
Í hesum fyrsta umfari í seinnu leikhálvu møttust liðini hjá teimum trimum feløgunum í fremstu deildini í innanhýsis dystum. Her vunnu A-liðini hjá Havnini og Sandavági 3-1 á B-liðum felagsins. Afturímóti koppaði B-manningin hjá Klaksvíkar Talvfelag A-liðnum hjá felagnum.
Eingin Rógvi
Sunnudagin sást eingin Rógvi Egilstoft á liðnum hjá Sandavágs Talvfelag. Sum skilst búleikast hann saman við familjuni suðuri í Evropa í eina tíð. Tí er óvist, um hann fær verið við í nøkrum av dystunum, sum eftir eru í kappingini. Um so er, verður helst talan um stóran miss hjá FM-manningini í Sandavágs Talvfelag.
Hjá Havnar Telvingarfelag sæst einki til hvørki Martin Poulsen ella Olaf Berg, men kortini hevur gingist havnarmonnum væl í vetur. Martin er vorðin sjómaður og er tí sjáldan tøkur. Olaf tykist at hava fingið sær ein steðg frá telvingini í vetur.
1. deild, 6. umfar (21. januar 2024)
Havnin A - Havnin B 3 - 1
Helgi Dam Ziska - Herluf Hansen 1 - 0
Carl Eli Samuelsen - Suni Merkistein ½ - ½
Luitjen A. Apol - Heiðrikur Jacobsen 1 - 0
Sjúrður Thorsteinsson - Øssur Joensen ½ - ½
Sandavágur A - Sandavágur B 3 - 1
Høgni Egilstoft Nielsen - Bernhard Augustinussen 1 - 0
Silas Eyðsteinsson - Jón Atlason ½ - ½
Torkil Nielsen - Ingi Wiberg ½ - ½
Jón í Horni Nielsen - Tórur Gudmundssen 1 - 0
Klaksvík A - Klaksvík B 1½ - 2½
Ólavur Simonsen - Haldur S. Johansen 1 - 0
Terji Petersen - Wille Olsen ½ - ½
Rani Baldursson - Heðin Gregersen 0 - 1
Rani Nolsøe - Finnbjørn Vang 0 - 1
Støðan í 1. deild (eftir 6 umfør)
Havnin 19½
Sandavágur 18½
Klaksvík 12½
Sandavágur B 9
Klaksvík B 6
Havnin B 6
Støðan í 2. deild (topp 3)
Kollafjørður 16
Kongshavn (Runavík) 12½
Klaksvík 11½
Støðan í 3. deild (topp 3)
Toftir 18½
Sandavágur 14½
Rókur 12½
Støðan í 4. deild (topp 3)
Havnin 17
Klaksvík 15
Klaksvík 13
Unglingadeildin (topp 3)
Havnin 11½
Klaksvík 10½
Sandavágur 10
Dystirnir í sjeynda umfari í landskappingini verða í morgin. Telvað verður í øllum deildum. Í 1. deild verða tveir dystir telvaðir á Finsen í Havn:
1. deild, 7. umfar (28. januar)
Havnin (1) - Klaksvík (2)
Havnin (2) - Sandavágur (1)
Klaksvík (1) - Sandavágur (2)
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 26. Jan 2024
Føðingardagsheilsan
Heimsins bestu fótbóltsspælarar – eitt nú Maradona, Messi og Salah – hvussu kunnu
vit seta teir í samband við húsini á Kirkju í Fugloy, ið rópt hava verið í Ovara Garði?
Allir lágvaksnir, snúnir og kvikir, skjóttonktir - tyngdardepilin so lágur, at ringt var at
taka teir av fótum.
Úr Ovara Garði á Kirkju eru ættaðir tríggir av bestu fótbóltsleikarum í Føroyum, sum
í bygnaði og leikhátti minna ikki sørt um stóru heimsstjørnurnar. Eftir aldri eru teir:
Miðframherjin á KÍ-liðnum, sum tvær ferðir vann FM tríggjar ferðir upp i slag í
fimmtiárunum, Sakaris Lydersen.
Stóra B36-stjørnan í sekstiárunum, helst besti høgri vongur í landinum nakrantíð,
Tórstein Magnussen.
Og so leikskiparin á úrvalda HB-liðnum í sekstiárunum, Egga Jensen.
Eyðvitað hava teir allir umboðað Føroyar í landsliðshøpi.
Egga fyllir áttati 22. januar.
Onnur fara at skriva um hansara ítróttaravrik, hansara læraratíð, dómaratíð og
hansara virksemi sum undangongumaður, tá ið kemur til tað, sum nú verður rópt
Para-sport.
Eg skal royna at lýsa hann sum vin og samstarvsmann.
Í august í ár eru liðin seksti ár, síðani vit báðir hittust ein vakran dag á Vaglinum í
Havn, har ið nýggjur læraraskúlaflokkur fór undir at leggja grund undir lívsstarvið.
Hetta var í snøgga grótbygninginum, har ið býráðsumsitingin nú heldur til.
Tilvildin gjørdi, at vit báðir komu at sita lið um lið við tvímannaborð henda dagin, og
soleiðis sótu vit tey fýra árini á Vaglinum og tað seinasta árið, tá ið vit sum elsti
flokkur fluttu út á Frælsið.
Mangar ógloymandi løtur høvdu vit saman hesi árini. Skúlaútferðirnar til Nólsoyar,
út í Hest, til Sands og so dansiferðirnar – glæsiligasta teirra til Sumbiar á føstulávint í 1969. Óførur var blíðskapurin, men tá ið frættist, at Egga var abbasonur Poul í
Kerinum, var eingin endi á fagnaðinum, og heimafólk greiddu livandi frá, hvussu
kimiligir og djarvir forfedrar hansara høvdu verið í línu og við stong í Beinisvørði.
Eftir at vit høvdu staðið læraraprógv í 1969, fór Egga til Danmarkar at útbúgva seg
innan ítrótt, har ið hann var so stinnur – sum fimleikari, fótbóltsleikari,
handbóltsleikari, borðtennisleikari og flogbóltsleikari. Heimafturkomin varð hann
settur í starv á Føroya Læraraskúla, og tá ið eg nøkur ár seinni leyk prógv í
norðurlendskum serliga føroyskum máli og bókmentum, fekk eg starv á sama skúla,
og har vóru vit starvsfelagar í 35 ár.
Tað hevði verið drúgt at greitt frá øllum tí mennandi og spennandi, sum hendi á
Læraraskúlanum hesi árini – ikki minst frá øllum ferðunum vit vóru bæði innan- og
uttanlands.
Og so hittust vit javnan sum vinfólk, Jóna og tú, Marianna og eg.
Minniligast man vera, tá ið tit bæði saman við øðrum vinfólkum okkara í august
mánaði 1994 komu út til Hattarvíkar at hjálpa okkum at reika fyri, tá ið vit høvdu
boðið 220 fólkum í silvurbrúdleyp.
Hetta vóru minniligir dagar – og ofta verður hon havd á lofti, suðurferðin við
“Norðlýsinum” dagin eftir, har ið tú okkara vegna vart vertur.
*
Tú skuldi hildið, at ikki vóru útlitini tey bestu, tá ið tveir unglingar sum vit sessaðust
á skúlabeinki fyri 60 árum síðan:
Annar virkin HB-ari, hin trúgvur KÍ-ari, minni enn so samdir í øllum politiskum
viðurskiftum, t.d. tá ið kom til loysing ella samband. Men væl hevur borið til – eg veitmær ikki hollari vin: eitt álit, vertsskapsmaður burturav, góðlyntur og falsleysur.
Hjartaliga til lukku við teimum áttati, Egga – og takk fyri mangan góðan dag, ið var!
Árni
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 22. Jan 2024