Lat aftur Yvirlit list articles in edition

Leygardagur 03. februar 2024 | Nr. 5 | Árgangur 5 | Kr. 0,00

Tveir originalar fagnaðir í heimbygdini

SíÐa 2

1 Leygardagur 03. februar 2024

Góðan lesihug og gott Vikuskifti

Nýggj útgáva hvønn leygarmorgun kl. 7

Oddagrein

Teslamani

Henda oddagrein snýr seg um glæsiligu gávuna frá nøkrum ríkum monnum og fyritøkum til Klaksvíkar sjúkrahús.

Men áðrenn farið verður víðari, so havi eg hug til at staðfesta nøktur fakta, sum eru alment tilgeingilig:

- Nikola Tesla (1856-1943) var ein serbiskur alisfrøðingur, sum seinni flutti til USA. Ein slóðbrótandi granskari kring undanfarna aldarskifti innan magnetismu og elektromotorar.

- Navn hansara er síðan brúkt í fleiri ymiskum førum. Eitt nú hevur amerikanski ríkmaðurin, Elon Musk, kallað sína – nú heimsumfatandi milliardafyritøku – upp eftir honum, og kendasta vøran eru slóðbrótandi ravmagnsbilarnir, sum eisini eru at síggja á føroyskum vegum.

- Tesla er eisini ein mátieind fyri sterka elektromagnetismu.

- Ein onnur risastór fyritøka er týska Siemens, sum millum mangt annað eisini framleiðir skannarar, harímillum MR-skannarar eisini róptir MRI-skannarar. MRI stendur fyri Magnetic Resonance Imaging.

- Hesir skannarar frá Siemens verða gjørdir í ymsum støddum ella styrkjum. Og støddirnar verða lýstar í mátieindini tesla. Skannarin, sum stendur Klaksvíkar sjúkrahús í boði er ein 3T(esla) MR-skannari frá Siemens, sum er ein stórur og betri/neyvari skannari enn MR-skannarin á Landssjúkrahúsinum, sum er ein 1,5T(esla) skannari, vistnokk eisini frá Siemens.

- So gevist við at brúka heitið ‘tesla’ tá skannarin verður umrøddur. Tí Tesla verður brúkt, eins og roynt verður at fortelja, at talan er um eitt ‘fínari’ merki. Tað er tað ikki. Sokallaði Teslaskannarin er bara størri – hevur fleiri hestakraftir, kann ein siga – enn verandi MR-skannari.

---

Tá tað er sagt, so er at vóna, at tað skjótt kemur ein endi á hesum máli, sum nú er við at gerast ov komiskt.

Rætt er, sum hevur verið fram í Kringvarpinum, at tað var ein undarligur máti, sum hetta málið varð borið fram, tá fyri skjótt einum ári síðani. Serliga tí at eigararnir vóru dulnevndir, men kortini settu krøv, harav tað eina var, at skannarin skuldi standa í Klaksvíkar sjúkrahúsi.

Tað var eisini skilligt, at gávan kom óvart á sokallaðu felagsleiðsluna á Sjúkrahúsverkinum, tí viðhvørt er tað ikki bara lætt at taka ímóti eini stórari gávu. Serliga um gávan hevur stórar avleiddar útreiðslur við sær, bæði til íløgur og rakstur, og krevur broytingar í ætlaðum bygnaði og starvsfólkasamanseting.

Tí var ein arbeiðsbólkur settur at greina nakrar spurningar og fyrimunir og vansar. Upplýsandi frágreiðingin, ið eisini útgreinar avleiddu útreiðslurnar, sæst her

Her framgongur eisini rættiliga greitt, at ein 3T MR-skannari kemur væl við. Klaksvík er eitt hóskiligt stað, júst tí, at 3T skannarin ikki verður brúktur til akuttar skanningar – til tað er 1,5T skannarin betri egnaður, og Klaksvíkar sjúkrahús er heldur ikki eitt akutt-sjúkrahús, men eitt sokallað elektivt sjúkrahús – altso eitt sjúkrahús ætlað til ávísar viðgerðir.

Tá tað nú einaferð politiskt er samtykt at sjúkrahúsið í Klaksvík skal varðveitast – takið so avgerðina um gera tað til eitt elektivt sjúkrahús í álvara, og latið skannaran vera startskotið til at fáa eina veruliga serdeild í t.d. urologi. Fyri aðrar sjúklingar, ið hava tørv á at vera skannaðir í hesum framkomna skannaranum, tekur biltúrurin frá Álakeri og norður til Klaksvíkar í dag ikki so nógv longur enn at rulla eina sjúkrasong í røntguna á Landssjúkrahúsinum.

At eggja til eitt nýtt sjúkrahússtríð millum Havnina og Klaksvík byggir onki land.

 

SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

  • Blaðið

    Stovnað 2020

    Útgevari: Knassar

    Upplag: 4432

    Lisnar síður: 13177

    Dagført 10. hvørt sekund
  • Samband

    tel. 20 80 80

    [email protected]



    Ingi Samuelsen

    Redaktørur

    [email protected]

    tel. 22 22 73


  • Borgar Kristiansen

    Lýsingarráðgevi

    [email protected]

    tel. 23 66 01

2 Leygardagur 03. februar 2024

Tveir originalar fagnaðir í heimbygdini

Sørvingar hildu hábærsligt hátíðarhald fyri Stongum og Guttesen farna leygarkvøld

(Mynd: Jóanis Albert Nielsen / jn.fo)
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

Teir hava júst havt føðingardag. Magnus á Stongum fylti 74 30. januar og Jóan Jakku Guttesen fyllir 75 dagin eftir.

Tað skuldi hátíðarhaldast, vóru tað nakrir sørvingar, sum hildu herfyri, og tey fingu stáplað eitt flott tiltak, ið varð hildið leygarkvøldið í dansistovuni við Dungasand. Fólkini, ið vanliga skipa fyri smærri konsertum í Gamla skúla, høvdu pimpað gamla biograf- og veitslusalin upp, og bjóðaðu til fagnaðartiltak við røðum og nógvum góðum tónleiki.

Tað vóru tær lokalu kreftirnar, fyri tað mesta, sum stóðu fyri tónleikinum – alt sangir hjá og við teimum báðum nú tilkomnu harrunum, sum í ein mansaldur hava verið ímyndin av stílskapandi tónleikabólkinum Tinganest.

[object Object]Jóan Jakku Guttesen og Magnus á Stongum saman við Eyð Ellingsgaard, borgarstjóra

Tað er Tinganest, sum er upprunin til hugtakið ‘vágasound’, sum verður brúkt sum heitið fyri tónleikin og ljóðið, ið kemur úr Vágum, serliga úr Sørvági. Og sum onkur av røðarunum hevði á munni, so mann tað vera eindømi her á landi, at hava fingið eina heila tónleikasjangru uppkallaða.

Tað var fryntligi og lættsindi flogskiparin og oddamaðurin í Bláum Grasi, Jóhan Mikkelsen, sum bant hugnaliga kvøldið saman við smáum søgum og sagngi.

Tey, ið flutti fram røður vóru Sirið Stenberg, landsstýriskvinna við mentamálum, Uni Leitisstein Hansen, útvarpsvertur, vinmaðurin Erhard Jacobsen og at enda Eyð Ellingsgaard, borgarstjóri í Sørvágs kommunu.

Øll hesi vístu á tað heilt serliga, sum Magnus og Jóan Jakku duga og hava lagt eftir seg. At kalla teir báðar fyri originalar, skal als ikki fatast neiliga, men sera jaliga.

Sum Uni Leitisstein Hansen vísti á, so vóru tað ikki so nógv í etableraðu tónleikavinnuni uttan fyri Vágarnar, sum høvdu tað stóra til ivurs fyri teimum báðum, tá Tinganest gav út fyrsta kassettubandið út í 1983, og sangir sum “Upp á tá” og “Vágagellan” komu sníkjandi inn í tilvitskuna hjá hvørjum føroyingi. Men tak teir í dag – teir hava hildið seg til sítt, hava ikki latið seg ávirkað av hissini rákum, sum hava verið frammi í tíðini – og hava skapt ein stíl, ið verður fagnaður kring alt Føroyaland, og av fólkum í øllum aldri, frá teimum 14 ára gomlu til tey langt oman fyri níti.

[object Object]Uni Leitisstein Hansen

Landsstýriskvinnan setti teir (ella kanska var tað serliga Jóan Jakku) á somu hill, sum megnarskaldini Pól F. og Regin Dahl, og ognaði honum orðini hjá Pól F: “sum sól millum stjørnur tú ert”.

Sørvingurin Erhard Jacobsen, ið var partur av sama ungdómsumhvørvi, sum Magnus og Jóan Jakku, hugleiddi fyndugt um tíðina og tónleikin, bæði í verðini og í Sørvági tá.

At enda á kvøldinum bar Eyð Eidesgaard, borgarstjóri, fram eina kvøðu og handaði gávur frá kommununi. Takkaði teimum, serliga fyri støðugt at megna at “vekja sørvingin í okkum øllum”. Hóast báðir tveir hava búleikast uttan fyri postnummar 380 ein stóran part av lívinum, har teir hvør í sínum lag eisini hava gjørt seg galdandi í lokalumhvørvinum, so eru báðir eitt livandi prógv um, at tú “kanst taka sørvingin úr Sørvági, men ongantíð taka Sørvág úr sørvinginum”.

Tónleikaliga var kvøldið hugtakandi á mangan hátt. Onkursvegna er tað oftani soleiðis, at ein fær eyguni upp fyri staklutum í tónleikinum og serliga tekstinum, tá onnur framføra sangirnar, sum ein kanska ikki leggur til merkis, tá sangirnir verða framførdir av teimum sum eiga sangirnar.

[object Object]Garpar

Allir sangararnir høvdu gjørt sær ómak við at framføra ein hjá Magnusi og ein hjá Jóan Jakku í útgangsstøði.

Vit hoyrdu systurson Magnusar, Jóhan Mikkelsen, framføra “Goaland” og “1904”. Sámal Ravnsfjall kom við “Øskudólgur” og “Jung, Freud og From”. Hip um Haps “Summarsunnumorgun” og “Librium og valium”. Og Blátt Gras sungu “Cajun Baby” og “Nú má tað vera”.

Eftir ein støðg, stóð eitt vælklætt manskór við sørvingum á pallinum, Garpar, og teir sungu m.a. “Válandi heim”. Beiggi Magnus, Jákup á Stongum við orkestri framførdi “Kom heim” og “Elskaða kvinna”, Holgar Jacobsen og Næturljóð framførdu “Hvar eg enn eri” og “Síðsti dansur” áðrenn Eyðun Nolsøe og Terji Rasmussen trinu á pallin sum teir seinastu. Eyðun framførdi “Tá vit funnu saman” og “Annan Sang” við einum heldur øðrvísi lagi, ið hann sjálvur hevur gjørt, og stjúksonur Jakkans, Terji, framførdi “Betri kós” og “Stíg í Stórum”.

Teir fingu eisini høvi til at spæla eitt eykanummar, sum gjørdist “Upp á tá”, men tá var tað meira fjøldin, ið sang fyri, enn teir báðir.

Til síðst, tá høvuðspersónarnir vórðu komnir upp á pall til at taka ímóti fólksins fagnaði, so vórðu Stongum og Guttesen sjálvandi eisini noyddir at syngja nakrar sangir, og tað tað gjørdist tann stóri endabresturin við m.a. “Babbar (mugu ikki forstýrast)”, “Bygdafrell”, “Eftir 1001 nátt”, “Minnist tú (Skeivur sum ein hani)” og sjálvandi “Válandi heim”.

Eitt sera væleydnað, heiðurligt og væl uppiborið kvøld.

Myndirnar hevur Jóanes Albert Nielsen tikið.

Nógv fleiri myndir á jn.fo 

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 28. Jan 2024

3 Leygardagur 03. februar 2024

Listasavn Føroya skal hava nýggjan stjóra

- Karina Lykke Grand hevur fingið spennandi starv í boði í Danmark

(Mynd: Jens Kr. Vang)
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

Stjórin á Listasavni Føroya, Karina Lykke Grand, hevur fingið nýtt arbeiði frá 1. apríl. Eftir fimm ár á Listasavninum hevur hon játtað at vera stjóri fyri Den Hirschsprungske Samling í Keypmannahavn.

- Eg havi fingið ein møguleika, sum eg ikki kundi takka nei til. Hóast eg gleði meg, verður tað eisini sera sorgblítt at fara av Listasavninum, tí tað hevur verið tað besta arbeiðsplássið við framúr engasjeraðu, starvsfólkum og stuðlandi nevnd. Saman við starvsfeløgunum hava vit megnað at lyft vitjanartølini, miðlanarátøkini og framsýningarprofilin, og við komandi útbygging verður tað eitt enn meira spennandi stað at arbeiði í í framtíðini, sigur Karina Lykke Grand.

Hennara komandi arbeiðspláss, Den Hirschsprungske Samling, er eitt ríkislistasavn í Keypmannahavn við einari samling frá 1800-talinum, sum Karina Lykke Grand hevur nógvan kunnleika um frá sínum fyrrverandi størvum sum savnsumsjónarfólk, kurator, granskari og undirvísari.

[object Object]
(Mynd: Listasavn Føroya)

Í starvinum fer hon at arbeiða við at menna nýggj framsýningar- og miðlanarhugskot og tryggja nýggjar rammur um bygningarnar og staðið. Tað eru royndir, sum hon tekur við sær frá Listasavninum, har hon hevur arbeitt við líknandi uppgávum.

Niels Christian Nolsøe, nevndarformaður í Listasavninum, sigur um fráfaringina hjá stjóranum:

- Karina Lykke Grand hevur við sínum strategiska hugsanarhátti og sterku visjónum um framsýningar og miðlan endurnýggjað profilin hjá Listasavninum og framt eina stóra broyting fyri savnið úteftir. Listasavnið er meira sjónligt og opið, og tað sæst eisini aftur í, at vitjanartalið er nærum trífaldað í tíðini, Karina hevur verið stjóri. Savnið røkkur út til fleiri, bæði børn, ung og vaksin, sum er eitt av endamálunum hjá Listasavninum.

- Karina hevur eisini megnað at fáa fígging til at modernisera Listasavnið, og tað er henni at takka, at savnið kann lata upp í nýggjum og betraðum rammum í 2026. Karina verður saknað, og nevndin fer í næstu framtíð at møtast fyri at seta eina tilgongd í verk fyri at finna hennara avloysara.

Karina Lykke Grand er ikki í iva um, at hon vendir heim aftur til Danmarkar við nógvum upplivingum og sambondum ríkari:

- Føroyska listin og deiligu listafólkini fara altíð at hava eitt serligt pláss í mínum hjarta, og eg gleði meg til, tá okkara leiðir møtast aftur. Eg vóni, at føroyingar fara at koma fram við á Den Hirschsprungske Samling og heilsa upp á, tá tey eru í Keypmannahavn, og eg fari eisini at vitja Føroyahúsið í Keypmannahavn ofta. Okkara lítla familja hevur fingið vinir og sambond fyri lívið, sum vit ætla okkum at halda fast í, sigur Karina Lykke Grand.

Inntil nevndin í Listasavninum hevur valt ein nýggjan stjóra, hevur Dagmar Malena Winther fyribils ábyrgdina. 

[object Object]
Dagmar Malena Winther hevur ábyrgdina fyribils til nevndin fyri Listasavn Føroya hevur funnið nýggjan stjóra (Savnsmynd: Sverri Egholm)

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 01. februar 2024

4 Leygardagur 03. februar 2024

Bara stormhendingar hjá politinum at taka sær av

Maðurin, ið datt av stiga í sambandið við bjargingararbeiði í Leirvík, hevur tað eftir umstøðunum gott

 
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

Løgreglan hevði úr at gera í allan mikudagin við at taka í móti fráboðanum í sambandi við stormin, sum herjaði. Men tað var eisini tað einasta.

Onki annað politimál var skrásett henda dagin – og heldur ikki komu nøkur boð til alarmsentralin um at senda sjúkrabil avstað.

Uttan í tí eina førinum, tá ein maður, sum í sambandi við bjargingararbeiði, datt einar tríggjar metrar niður úr einum stiga.

Maðurin varð fluttur á sjúkrahúsið, og eftir hvat løgreglan hevur frætt aftur, so slapp maðurin lutfalsliga væl, tó at “okkurt er brákað”.

260 fráboðanir

Løgreglan var hósdagin enn ikki liðug við at skrásetta allar fráboðanirnar, sum komu inn á vaktsentralin dagin fyri. Men ein leyslig samanteljing vísti, at talan var um áleið 260 fráboðanir .

Tað er so bara tær fráboðanir, sum koma á politistøðina. Roknast skal við nógv fleiri skaðum, har fólk antin hava bøtt um skaðarnar sjálvi ella hava boða beinleiðis frá til sløkkiliði ella bjargingarfelagið á staðnum. 

Sí myndirnar frá storminum her

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 01. februar 2024

5

Størv

Kundaráðgevi til Betri Pensjón

Meira Umsóknarfreist: 05. januar 2025

Tannrøktari ella klinikkatstøðingur til Boyla

Meira Umsóknarfreist: 30. desember 2024

Samskiftisráðgevi til Vinnuhúsið

Meira Umsóknarfreist: 16. desember 2024

Deildarleiðari til heimatænastuna í Roðanum

Meira Umsóknarfreist: 15. desember 2024

Mekanikari ella smiðjur til Stórbilar

Meira Umsóknarfreist:

Lastbilsmekanikara-lærlingur til Stórbilar

Meira Umsóknarfreist: 06. desember 2024

Heilsuskúli Føroya søkir eftir sjúkrarøktarfrøðingi ella samsvarandi

Meira Umsóknarfreist: 30. desember 2024

Ráðgevi til Sansir

Meira Umsóknarfreist: 15. desember 2024

KT-mennari við royndum til Føroya Tele

Meira Umsóknarfreist: 08. desember 2024

Deildarleiðari til Terapideildina í Heilsu- og umsorganartænastuni

Meira Umsóknarfreist: 16. desember 2024

Tangabilførari til Effo

Meira Umsóknarfreist: 15. desember 2024

Landmátingsteknikari til Munin

Meira Umsóknarfreist: 10. desember 2024
6 Leygardagur 03. februar 2024

Sjey fyritøkur standa aftanfyri skannaran

Tað hevur týdning at styrkja Klaksvíkar Sjúkrahús, sigur Kristian Martin Rasmussen. Hann er nevndarformaður í Christian í Grótinum, ið er ein fyritøkunum, sum fíggja

Tesla-skannarin til Klaksvíkar Sjúkrahús kostar 13 milliónir krónur. Christian í Grótinum, JFK Trol, Norðoyar Sparikassi, Pelagos, Tavan, Sjóborg og Smyril Line standa fyri fíggingini
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

Nógv umrøddi skannarin, sum skal standa á Klaksvíkar Sjúkrahúsi, kemur seinni í ár - helst tíðliga í summar.

Tað hevur allatíðina verið alment, at fleiri fyritøkur standa fyri fíggingina, og at ein av treytunum var, at Tesla-skannarin skuldi standa á júst Klaksvíkar Sjúkrahús. Tesla-skannarin til Klaksvíkar Sjúkrahús kostar 13 milliónir krónur. 

Nú er eisini greitt, júst hvørjar fyritøkur standa aftan fyri gávuna. Talan er um innlit hjá Kringvarpinum, og í gjár kunngjørdi KVF, at fyritøkurnar eru: Christian í Grótinum, JFK Trol, Norðoyar Sparikassi, Pelagos, Tavan, Sjóborg og Smyril Line.

Ein av teimum sentralu persónunum, í mun til skannaran, er Kristian Martin Rasmussen. Hann er nevndarformaður í Christian í Grótinum samtakinum. Í viðtalu við Kringvarpið greiðir hann frá, at eftir áheitan frá serlæknanum Johan Poulsen fór í gongd at fáa onnur við. Hetta gekk skjótt, og hann vísur á týdningin á at vera góðir við Klaksvíkar Sjúkrahús, og at tað søguliga spældi inn.

- Tá okkara forfedrar fingu pengar inn til eitt heilt sjúkrahús, so áttu vit at klára at hetta, heldur Kristian Martin Rasmussen fyri.

Hann sigur til endans, at hann helt hetta vera eina sólskinssøgu, sum øll fóru at vera glað fyri. At tað skuldi evna til politiskt og fyrisitingarligt rumbul, hevði Kristian Martin ikki sæð fyri sær, og hann skilur framvegis ikki heilt hví, at tað varð so.

Til ber at hoyra samrøðuna hjá Kringvarpinum við Kristian Martin Rasmussen HER



Greinin varð fyrstu ferð løgd út 31. Jan 2024

7 Leygardagur 03. februar 2024

PKU-kortini heimaftur til Føroya

Eftir áheitan frá føroyskum myndugleikum verða hælblóðroyndir frá børnum, sum eru fødd í Føroyum síðani 1986, nú avhendaðar frá Statens Serum Institut til Fólkaheilsustýrið

Fólkaheilsustýrið deilir fráboðan vegna Statens Serum Institut, av tí at tey ikki hava havt møguleika at seta seg beinleiðis í samband við allar borgarar, sum eru fevndir av hesum
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Eftir áheitan frá føroyskum myndugleikum verða hælblóðroyndir frá børnum, sum eru fødd í Føroyum síðani 1986, nú avhendaðar frá Statens Serum Institut (SSI) í Danmark til Fólkaheilsustýrið í Føroyum.

Hælblóðroyndirnar hjá føroyskum nýføðingum verða tó framhaldandi sendar til SSI og verða partur av kanningunum, sum stovnurin fremur av øllum børnum, ið verða fødd í danska ríkinum.

Blóðroyndirnar verða tøkar til kanningar hjá SSI í upp til 12 mánaðir, og síðani verða tær sendar til Føroya í varðveitslu hjá Fólkaheilsustýrinum. Blóðroyndirnar verða partur av teim skráum, sum Fólkaheilsustýrið umsitur, og kunnu brúkast til gransking.

Blóðroyndirnar eru avlopstilfar frá teimum kanningunum, sum Statens Serum Institut fremur út frá hælblóðroyndunum hjá nýføðingum, sum verða tiknar 48-72 tímar eftir føðing. Kanningarnar fevna um 25 álvarsligar viðføddar sjúkur, sum kunnu geva álvarsligt mein, um tær ikki verða uppdagaðar tíðliga.

Til ber at lesa meira um kanningarnar her

Um tú ella tíni børn eru fødd í tíðarskeiðnum frá 1986 til í dag, og ein hælblóðroynd er tikin av tær/tykkum, so er blóðroyndin í dag í varðveitslu hjá Statens Serum Institut og verður í næstum latin Fólkaheilsustýrinum í Føroyum. Hetta ger seg sjálvsagt ikki galdandi, um tú hevur biðið um, at blóðroyndin varð burturbeind. Avhendingin av hælblóðroyndunum byrjar í fyrru hálvu av februar 2024 og heldur fram yvir eitt tíðarskeið.

Tíðindaskriv frá Fólkaheilsustýrinum

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 01. februar 2024

8 Leygardagur 03. februar 2024

Lions latið 100.000 krónur til Grindavík

– Lions Føroyar vil við hesum skrivi vísa okkara samkenslu í hesi sváru tíð, í samband við tí álvarsligu náttúruvanlukku, ið rakti tykkum íbúgvar í Grindavík

Stuðulin frá Lions Føroyar til Grindavík varð handaður í vikuni (Mynd: Lions Føroyar)
SkrivaÐ:

Alda Nielsdóttir

Lions Føroyar hevur latið 100.000 krónur í stuðulsgávu til náttúruvanlukkarakta Grindavík í Íslandi.

Lions Føroyar er umboðað av hesum Lions klubbum: LC Tórshavn, LC Suðuroy, LC Vágar, LC Eysturoy/Klaksvík, LC Tindur, og LC Liljan.

– Lions Føroyar vilja við hesum skrivi vísa okkara samkenslu í hesi sváru tíð, í samband við tí álvarsligu náttúruvanlukku, ið rakti tykkum íbúgvar í Grindavík. Vónandi koma tit skjótt og væl fyri aftur, og vilja vit eisini fegin vera við til, at lata eina peningagávu í gjøgnum Lions Club Grindavík.

– Vónandi kann gávan verða tykkum íbúgvum at gagni, og har ið tit (klubburin) metir, at peningurin kemur best og flest til hjálpar, sigur Lions Føroyar m.a. í skrivi.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 27. Jan 2024

9 Leygardagur 03. februar 2024

Ungdómsting verður í komandi viku

10 uppskot skulu viðgerast – m.a. um samferðslu, skúlaviðurskifti og revsing fyri neyðtøku

Ungdómstingið 2020 (Savnsmynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

Í komandi viku, dagarnar 5. og 6. februar verður løgtingshúsið aftur mannað við skúlanæmingum, tá níggjunda ungdómstingið verður hildið.

32 ungfólk úr átta skúlum verða við. Í juni í fjør beyð løgtingsforkvinnan næmingunum í framhaldsdeild fólkaskúlans at senda inn lógaruppskot ella uppskot til samtyktar at viðgera í Ungdómstinginum.

5. og 6. februar fara næmingarnir sjálvir at seta dagsskránna í Løgtinginum, og hetta er ein gó møguleiki hjá næmingunum at skifta orð um evni, sum teir halda vera týdningarmikil.

Endamálið við Ungdómstinginum er:

  • at geva næmingunum størri innlit í fólkaræðið
  • at læra næmingarnar at vera ein virknari part av fólkaræðinum
  • at vísa næmingunum í praksis, hvussu avgerðarmannagongdir virka í einum fólkaræði
  • at geva næmingunum innlit í, hvør leikluturin hjá Løgtinginum er, og hvat arbeiðið hjá Løgtinginum fevnir um

Tá freistin var úti, høvdu átta skúlar sent 20 uppskot inn. Avgjørt er, at 10 uppskot koma til viðgerðar í Ungdómstinginum. Uppskotini fevna millum annað um samferðslu, frítíðartilboð, skúlaviðurskifti, aldursmark fyri sølu av tubbaksvørum og revsing fyri neyðtøku.

Ungdómstinglimirnir umboða Eysturskúlan, Runavíkar kommunuskúla, Tofta skúla, samstarvið millum Runavíkar og Tofta skúla, Skúlan á Fløtum, Skúlan við Streymin, Sandoyar Meginskúla og Fuglafjarðar skúla..

Uppskotini verða at lesa á heimasíðuni hjá Ungdómstinginum, har eisini annað tilfar um Ungdómstingið 2024 verður at finna. 

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 01. februar 2024

10 Leygardagur 03. februar 2024

Fýra kunngerðir á bókasavnsøkinum sendar til hoyringar

Talan er um uppskot til kunngerð um bókasavnsgjald, kunngerð um skylduavhending, kunngerð um bókasavnsráð og kunngerð um stuðul til menning av fólkabókasavnstænastum

(Mynd: amr.fo)
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Almanna- og mentamálaráðið hevur sent fýra uppskot til kunngerðir á bókasavnsøkinum til hoyringar.

Kunngerðirnar eru gjørdar við heimild í bókasavnslógini, sum kom í gildi 1. januar. Talan er um uppskot til tær kunngerðir, ið landsstýriskvinnan í mentamálum varðar av, nevniliga kunngerð um bókasavnsgjald, kunngerð um skylduavhending, kunngerð um bókasavnsráð og kunngerð um stuðul til menning av fólkabókasavnstænastum.

Við nýggju kunngerðunum fæst bókasavnslógin at virka eftir ætlan. Tørvur hevur verið á dagføringum, serliga á ljóðbókaøkinum og at tryggja rithøvundum bókasavnsgjald fyri føroyskar ljóðbøkur og e-bøkur, sigur Sirið Stenberg, landsstýriskvinna í almanna- og mentamálum.

Við kunngerð um býtið av bókasavnsgjaldinum verður galdandi reglugerð um býtið av bókasavnsgjaldinum dagført samsvarandi nýggju bókasavnslógini. Bókasavnsgjald verður nú rindað fyri ljóðbøkur og e-bøkur, ið eru til láns á netinum og fyri listaverk, ið eru til láns á bókasøvnunum.

Kunngerðin um bókasavnráð er nýggj. Sambært nýggju bókasavnslógini setur landsstýrisfólkið eitt bókasavnsráð, ið skal ráðgeva politisku skipanini í bókasavnspolitiskum og bókasavnsfakligum málum og at gera tilmæli um menning og samskipan av bókasøvnunum. Endamálið er at tryggja dygd og menning á bókasavnsøkinum. Sambært uppskotinum setur landsstýrisfólkið bókasavnsráðið við breiðari umboðan frá eitt nú landi, kommunum, stovnum, skúlum og fakfólkum á bókasavnsøkinum. Ráðið verður sett eftir tilmæli frá viðkomandi myndugleikum, stovnum og feløgum.

Kunngerð um um stuðul til menning av fólkabókasavnstænastum ásetur neyvari treytir fyri stuðlinum til fólkabókasøvn. Sambært kunngerðini kann stuðulin verða latin til menning av fólkabókasavnstænastum, harundir skipan av samstarvi millum fólkabókasøvn um bókasavnstænastur og til keyp og menning av tilfari og tænastum.

Kunngerð um skylduavhending er ein dagføring av galdandi kunngerð um skylduavhending. Kunngerðin hevur nærri ásetingar um avhending av talgildum verkum.

Hoyringarfreistin er sett til 26. februar.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 27. Jan 2024

11 Leygardagur 03. februar 2024

Terje B. Vestergaard keypt Simme Musikkhús

Eftir 19 ár hevur Petur Magnus Bjarnastein givið stafettina víðari

 
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Mánadagin tók Terje B. Vestergaard yvir raksturin í Simme Musikkhúsi, og er hann harvið nú einsamallur eigari og stjóri í felagnum.

Simme Musikkhús er gomul fyritøka, sum varð stovnað í 1959 av Simma Arge Jacobsen, og síðstu 19 árini hevur Petur Magnus Bjarnastein átt og rikið fyritøkuna, men ynskti hann nú at geva stafettina víðari.

Handilin kemur framvegis at hava fokus á at veita gott og breitt úrval av ljóðførum og tilhoyri, og at veita góða kundatænastu. Nakrar broytingar koma tó at síggjast í handlinum komandi tíðina, sum vónandi koma at gagna kundum og viðskiftafólkum, og longu nú er handilin settur upp í nýggjum sniði.

Nýggi eigarin, Terje B. Vestergaard er útbúgvin sølumaður innan eitt nú tónleikaútgerð, og vónar hann at kunna stiðja uppundir tað ríka og fjølbroytta tónleikalívið, vit hava her í Føroyum. Terje metir, at týdningurin av at hava ein føroyskan tónleikahandil er ógvuliga týðandi fyri at kunna varðveita ta tónleikamentan, sum í nógv ár hevur sermerkt Føroyar, og kemur hetta tí eisini at mynda raksturin av felagnum.

Í sambandi við eigaraskiftið verður skipað fyri móttøku 6. februar frá kl.15 til kl.18. Millum annað verða tónleikaframførslur, røður og ábit á skránni, og samstundis verður eisini møguleiki at síggja góðu umstøðurnar, sum handilin heldur til í.

Nýggi eigarin vónar, at virksemið, sum kemur at virka undir sama navnið og í somu hølum, framhaldandi fær góða undirtøku.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 02. februar 2024

12 Leygardagur 03. februar 2024

Eigarar finnast at broyttum vegaætlanum

Roynt verður at broyta arbeiðið við íbindingunum til ytra ringvegin, so teir ikki koma at liggja so nær býlingunum Millum Gilja og Oman Gil

 
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Arbeiðið við at gera ytra ringvegin við tunli undir Húsareyn gongur við fullari ferð. Fyri tveimum vikum síðani fóru stóru gravimaskinurnar og dumpararnir eisini í holt við at gera íbindingarnar til ringvegin, eitt nú til Flatarvegin, sum er vegurin niðan til býlingin Millum Gilja í Hoyvík.

Men seinastu dagarnar hevur arbeiðið ligið stilt. Og sum skilst er tað ósemja við eigarafelagið Millum Gilja, sum er orsøkin.

Eigarafelagið legði í vikuni út eina kunning á Facebook-vangan hjá felagnum, nú fleiri íbúgvar hava vent sær til nevndina av ótta fyri, hvussu nýggju vegaføringarnar fara at ávirka býlingin.

Greitt verður frá, at fundur hevur verið við Tórshavnar kommunu við luttøku av nøkrum eigarum og við umboðum fyri nevndina í eigarafelagnum.

- Á fundinum greiddu vit frá, óttanum um hvussu ljós og ljóð, frá íbindingunum, fara at órógva býlingin. Eisini eystan fyri, við útstykkingina Oman Gil.

Um íbindingarnar greiðir nevndin fyri eigarafelagið soleiðis frá:

- Víst varð á møguligum broytingum, ið kunnu bata um órógvið; at brúka "gamla" vegin, sum liggur vestanfyri býlingin. Hesin varð upprunaliga ætlaður sum íbindingarvegur, og varð lagdur sum hann er, fyri at ferðslan ikki skuldi órógva býlingin.

- Vit hava eisini víst á, at um íbindingin eystanfyri Millum Gilja verður fluttur longur eystur, so sum Tórshavnar kommuna upprunaliga ætlaði at leggja hana. So fer vegurin ikki at órógva, hvørki í Millum Gilja og heldur ikki í Oman Gil.

- Síðani arbeiðið upp á innkomuvegin, varð uppafturtikið, hevur nevndin verið á fleiri fundum, við Tórshavnar kommunu, fyri at tryggja okkum, at verkætlanin skuldi órógva býlingin minst møguligt. Men tá prátið so er komi til íbindingarnar, er hetta, hvørja ferð, skúgvað til síðis. Tí sum kommunan hevur sagt, so er long tíð, til fari verður undir íbindingarnar. Tórshavnar kommuna hevur sagt, at fyrst skal sjálvur Innkomuvegurin gerast liðugur, og tástaðni tá verður fari undir íbindingarnar.

- Innkomuvegurin væntast at verða liðugur í novembur 2024.

- Samstundis hevur kommunan sagt, at tekningarnar av íbindingunum, ikki vóru lidnar, og at nógv kundi broytast enn. Avtala varð tí gjørd, við Tórshavnar kommunu, at kunning/tekningar skuldu verða sendar okkum, so skjótt sum tær vóru tøkar. Og síðani kundu vit taka fundir um íbindingarnar.

- Brádliga varnaðust nakrir íbúgvar, at arbeiðið upp á íbindingarnar fór í gongd, og at tær liggja ógvuliga nær býlinginum. Men hetta vóru vit ikki kunnað um.

- Íbúgvar og nevnd hava tí verið á fundi við TK, fyri at gera vart við hetta, og fyri at royna at fáa onkrar broytingar gjørdar.

Tórshavnar kommuna kannar í løtuni, møguleikar fyri at flyta vegirnar. So vit eru í samskifti við kommununa, og vóna at hetta fer at bera frukt, skrivar eigarafelagið.

[object Object]
Upprunaliga skuldu íbindingarnar verða lagdar soleiðis

[object Object]
Soleiðis ætlar Tórshavnar kommuna nú at leggja íbindingarnar


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 29. Jan 2024

13 Leygardagur 03. februar 2024

Icelandair fer skjótt undir Føroyaflúgving

Íslendska flogfelagið skipaði farna vikuskiftið fyri familjudegi í SMS. Flúgvingin millum Keflavík og Føroyar verður fimm til seks ferðir um vikuna

(Mynd: Icelandair)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Icelandair fer 1. mai undir regluliga flúgving millum Vága Floghavn og Keflavík í Íslandi.

Í tí sambandi skipaði íslendska flogfelagið fyri familjudegi í SMS.

Flogið verður fimm til seks ferðir um vikuna frá 1. mai til síðst í oktober. Úr Keflavík hevur Icelandair 17 flogrutur til USA.

Eisini verður sagt, at ætlanin er at økja um samstarvið við Atlantic Airways so kundar lættari kunnu ferðast í Evropa og Norðuramerika.

- Vit hava merkt stóran áhuga fyri føroyaflúgvingini, serliga í Norðuramerika, sigur Tómas Ingason, sølustjóri í Icelandair, sum fegnast um, at flúgvingin verður tikin upp aftur.

Eisini Guðrið Højgaard, stjóri í Visit Faroe Islands fegnast.

- Vit eru spent og glað fyri nýggju rutuna til Íslands, sum kemur okkum møguleika t økja um talið av gestum úr USA, sigur Guðrið Højgaard.

[object Object](Mynd: Icelandair)


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 27. Jan 2024

14 Leygardagur 03. februar 2024

Færri fólkanætur á gistingarhúsunum í 2023 – nýtslustigið nærum óbroytt

Fleiri fólk vóru á føroysku gistingarhúsunum í 2023 samanborið við 2022. Fólkanæturnar hjá ferðafólki úr øðrum londum enn Føroyum og Danmark settu met í 2023

Fleiri fólk hava verið á føroysku gistingarhúsunum, men í miðal hava tey sovið færri nætur hvør. Í 2023 gistu fólkini 2,4 nætur í miðal, samanborið við 2,5 nætur í 2022. Ferðafólk uttanfyri ríkisfelagsskapin vitjaðu í stórum tali
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Í september 2023 varð avgjørt at steðga útgávuni av gistingarhagtølum, eftir at vit vórðu varug við skeivleikar í tølunum. Saman við gistingarhúsunum hevur Hagtova Føroya seinastu mánaðirnar arbeitt við hagtalsgóðskuni. Hetta arbeiði er nú komið á mál, og nú verða gistingarhagtølini aftur almannakunngjørd mánaðarliga

Fólkanæturnar vóru góðar 222.000 í fjør. Hetta eru gott 9.000 færri enn í 2022, sum svarar til eina lækking á fýra prosent. Talið av fólki, ella innskrivingarnar, vóru stívliga 92.000 í tali, knapt 200 fleiri enn í 2022. 

Fólkanætur telja hvussu nógv fólk gista og hvussu leingi. Um eitt fólk svevur tríggjar nætur, ella um trý fólk sova eina nátt, er talan í báðum førum um tríggjar fólkanætur tilsamans.

Hetta merkir, at fleiri fólk hava verið á føroysku gistingarhúsunum, men at tey í miðal hava sovið færri nætur hvør. Í 2023 gistu fólkini 2,4 nætur í miðal, samanborið við 2,5 nætur í 2022.

[object Object]

Fólkanætur á gistingarhúsum

Januar – desember 2022/2023



januar – desembermunur

20222023tal%





Fólkanætur230.686221.575-9.111-3,9
Innskrivingar92.15692.3411850,2






Nýtslustigið nærum óbroytt

Nýtslustigið fyri kømur telur hvussu nógv kømur eru brúkt, í mun til hvussu nógv eru tøk.

Í fjør vóru 52 prosent av kømrunum á føroysku gistingarhúsunum brúkt. Tað er eitt vet minni enn í 2022, tá talið var 53 prosent. Nýtslustigið av kømrum var størst í 2019, tá ið tað var 61 prosent.

[object Object]

Minkingin er størst uttan fyri Tórshavnarøkið

Slakar 204.000 fólkanætur vóru tilsamans á gistingarhúsunum í Tórshavnarøkinum í 2023. Tað er knapt 3.000 færri enn í 2022.

Á gistingarhúsunum uttan fyri Tórshavnarøkið vóru fólkanæturnar nærum 18.000 í tali, ið er gott 6.000 færri enn í 2022. Bara í farsóttartíðini 2020 og 2021 hevur hetta talið verið lægri.


[object Object]
[object Object]

Ferðafólk úr øðrum londum enn Føroyum og Danmark seta met

Fólkanæturnar hjá ferðafólki úr øðrum londum enn Føroyum og Danmark hava sett met í 2023. Hesin bólkur gistu nærum 98.000 nætur í 2023. Tað er áleið 4.000 fleiri enn í 2022. Hetta er ein vøkstur á 5 prosent. 

Danir høvdu góðar 65.500 fólkanætur á føroysku gistingarhúsunum í fjør. Tað eru 22.500 færri enn í 2022. Árið 2022 var eitt metár hjá dønum á føroyskum gistingarhúsum við gott 88.000 fólkanáttum. Fólkanæturnar hjá dønum eru sostatt lækkaðar 25 prosent frá 2022 til 2023.

Føroyingar vitjaðu gistingarhúsini væl meira í 2023 enn árið fyri. Fólkanæturnar hjá føroyingum vóru góðar 58.000 í tali í fjør. Hetta talið er vaksið 18 prosent samanborið við 2022.

Fólkanætur á gistingarhúsum skift á bústaðarland (Januar – desember 2022/2023)



januar – desembermunur

20222023tal%





Tilsamans230.686221.575-9.111-4
Føroyar49.36958.3328.96318
Danmark87.80965.482-22.327-25
Onnur lond93.50897.7614.2535






Orðalýsingar

Fólkanætur telja, hvussu nógv og hvussu leingi fólk gista. Um 10 fólk gista 3 nætur, eru hetta 30 fólkanætur.

Innskrivingar telja, hvussu nógvar innskrivingar eru. Um 10 fólk skriva seg inn, eru hetta 10 innskrivingar, óansæð hvussu leingi tey gista.

Kamarsnætur telja, hvussu nógv og hvussu leingi kømur verða brúkt. Um 10 fólk gista í 5 kømurum í 3 nætur, eru hetta 15 kamarsnætur.

Kelda: Hagstova Føroya

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 31. Jan 2024

15 Leygardagur 03. februar 2024

Nærum 80.000 nýttu Kalsoyarleiðina í 2023

Talið av ferðandi økist alsamt. Tølini frá Strandferðsluni og Visit Kalsoy vísa millum annað, at næstan triði hvør ferðandi nýtir bussleiðina

Tað fokus sum er á Føroyar er vaksnadi, og sæst aftur í ferðafólkatalinum - tað fer tað helst eisini at gerast framyvir, skrivar Visit Kalsoy (Mynd: Visit Kalsoy)
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

Ferðafólkatalið í Kalsoynni økist alsamt. Hetta vísa tølini, sum Visit Kalsoy hevur frá Strandferðsluni.

- Samanumtikið vísa tølini, at ferðandi við Sam og bussum er munandi hægri, meðan bilatalið eisini økist. Vert er at leggja til merkis jaligu gongdina, at næstan 3. hvør ferðandi nýtir bussleiðina. Og tá havi vit ikki hagtøl fyri privatu bussarnir.

Visit Kalsoy vísir á, at fokus á Føroyar, sum KÍ í evropeiskum fótbólti og uttøkan hjá landsliðnum í europeiskum hondbólti skaptu, umframt ófriður og ótryggleiki sunnanfyri, fara uttan iva at fáa enn fleiri ferðafólk hendanvegin. 

- Møguliga fara vit eisini at síggju fleiri amerikanar, tí Atlantic Airways flýgir beinleiðis til New York, og Icelandair fer at flúgva fleiri ferðir um vikuna til Føroyar, Tað kann eisini viðføra, at ferðandi úr Europa fara at brúka Føroyar sum millumstøð til Ìslands - og at amerikanarar fara at koma til Føroyar umvegis Ísland.

Sambært tølunum, so vóru samanlagt 79.390 ferðandi við Sam í fjør. Hetta eru yvir 7.000 fleiri, enn tað vóru í 2022. Tað er eisini eitt stórt upplop, í mun til ferðandi við bussi á oynni: Beint yvir 25.000 ferðandi vóru - og her er privat busskoyring ikki við.

[object Object]
Tøl: Visit Kalsoy/SSL

Felagið boðar frá, at eitt uppskot til ferðafólkahús á Syðradali, sum Kanjon vegna Landsverk skal byggja, fyriliggur. Visit Kalsoy hava biðið um innlit frá Klaksvíkar Kommunu um tað nýggjasta her.
- Vit vóna, at SSL kann dagføra siglingina á Kalsoyarleiðini eftir dagsins tørvi við at sigla oftari í dagtímunum yvir alla vikuna, nú bæði SAM og Ternan/Teistin eru tøkir hjá SSL. Somuleiðis vóna vit, at bussleiðin á Kalsoynni verður betur tillagað tørvin, so ferðafólk kunnu líta á, at tey koma runt í oynni og uppliva eina jaliga vitjan, skrivar Visit Kalsoy. 

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 30. Jan 2024

16 Leygardagur 03. februar 2024

Hagstovan: Arbeiðsfjøldin minkað eitt vet

Arbeiðsfjøldin í 2023 var eitt vet minni enn í 2022, samstundis sum tey vinnuligu óvirknu vóru fleiri í tali

(Savbsmynd: Shutterstock)
SkrivaÐ:

Alda Nielsdóttir

Av teimum gott 38.900 fólkunum í aldrunum frá 15 til 74 ár í Føroyum, vóru góð 32.600 í arbeiðsfjøldini í fjør, ein minking á 200 samanborið við 2022. Tað sæst serliga aftur í talinum á arbeiðsleysum, meðan talið á arbeiðsvirknum er næstan óbroytt.

Í arbeiðsfjøldini eru stívliga 32.200 arbeiðsvirkin og 400 arbeiðsleys fólk. Tey arbeiðsvirknu eru løntakarar og sjálvstøðug vinnurekandi. Tey arbeiðsleysu eru tey, sum einki arbeiði hava, søkja arbeiði og eru til reiðar at byrja at arbeiða innan fyri tvær vikur, skrivar Hagstovan.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

Talið á vinnuliga óvirknum var 6.250, sum er ein vøkstur á 400 fólk í mun til 2022. Í 2023 vóru knapt 17.600 menn og 15.000 kvinnurí arbeiðsfjøldini.

Tey seinastu fimm árini er arbeiðsfjøldin í aldrunum frá 15 til 74 vaksin við næstan fýra prosentum. Hetta er lægri enn vøksturin í fólkatalinum, sum í sama tíðarskeiði er sjey prosent, skrivar Hagstovan.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 28. Jan 2024

17 Leygardagur 03. februar 2024

BankNordik endurskoðar gjøld og kostnaðir hjá privatkundum

Eitt nú verður Netbankin ókeypis fyri allar privatkundar, gjaldið fyri at rinda við inngjaldskorti er strikað, og kontugjaldið hjá fleiri privatkundum er avtikið

Í sambandi við at BankNordik hevur endurskoðað gjøld og kostnaðir, hevur bankin valt at strika fleiri gjøld umframt at gera prísbygnaðin hjá privatkundum meira einfaldan
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

Í sambandi við at BankNordik hevur endurskoðað gjøld og kostnaðir, hevur bankin valt at strika fleiri gjøld umframt at gera prísbygnaðin hjá privatkundum meira einfaldan.

Hesum boðaði bankin frá í vikuni. Hann hevur verið fyri ávísum atfinningum um júst gjøld, men nú fella ymisk burtur.

Bank Nordik skrivar í tíðindaskrivi, at eitt nú verður Netbankin ókeypis fyri allar privatkundar, gjaldið fyri at rinda við inngjaldskorti er strikað, og kontugjaldið hjá fleiri privatkundum er avtikið. Harafturat tillagar bankin fyrimunaskipanina, soleiðis at samlaði prísbygnaðurin verður meira einfaldur.

- Vit eftirmeta javnan okkara prísir og kostnaðir fyri at tryggja kappingarførar prísir, og vit hava nú valt at strika fleiri kostnaðir. Til dømis hava vit gjørt av, at allir privatkundar skulu kunna fáa og brúka Netbankan heilt ókeypis, og at eitt nú kontugjaldið hjá fleiri kundum fellur burtur. Hóast broytingarnar bera ein kostnað við sær fyri bankan, so eru hetta neyðugar broytingar til frama fyri okkara privatkundar”, sigur Turið F. Arge, forstjóri í BankNordik.

Ókeypis Netbanki fyri allar privatkundar

Hetta er fyrsti peningastovnur í landinum hevur bankin nú valt at strika kostnaðin fyri Netbankan hjá privatkundum. Allir slíkir kundar kunnu nú kunnu brúka Netbankan og gera vanligar flytingar íroknað inngjaldskort heilt ókeypis.

- Vit royna áhaldandi at menna okkara talgildu pallar, soleiðis at allir okkara kundar kunnu fáa greitt yvirlit yvir sína fíggjastøðu og avgreiða síni fíggjarviðurskifti á ein lættan og einfaldan hátt. Til dømis er Netbankin vorðin ein týðandi partur av gerandisdegnum hjá mongum, og við tíðini fer kundin at fáa atgongd til fleiri og fleiri talgildar tænastur. Tá er tað neyðugt, at kostnaður ikki er ein forðing fyri at nýta talgildu loysnirnar, og júst tí hava vit valt at gera Netbankan ókeypis fyri allar privatkundar”, sigur Turið F. Arge

[object Object]
- Vit royna áhaldandi at menna okkara talgildu pallar, soleiðis at allir okkara kundar kunnu fáa greitt yvirlit yvir sína fíggjastøðu og avgreiða síni fíggjarviðurskifti á ein lættan og einfaldan hátt, sigur Turið F. Arge

Meira einfaldur prísbygnaður

Frá 1. september í ár verður fyrimunaskipanin avtikin. Ítøkiliga merkir broytingin, at avslátturin á ávikavist 10 prosent og 25 prosent, ið summir kundar hava fingið fyri ávís gjaldskort og tænastur, verður strikaður. Hóast hesin avslátturin fellur burtur, eru prísirnir kappingarførir, sigur BankNordik.

- Orsøkin til broytingina er, at ein avtøka av fyrimunaskipanini ger prísbygnaðin og prísyvirlitið munandi meira einføld, og tað verður lættari hjá einstaka kundanum at síggja, hvat hvør tænasta kostar. Harafturat er munurin á kundunum í og uttan fyri fyrimunaskipanina, so mikið lítil í dag, og tí hevur bankin valt at gera ein meira einfaldan prísbygnað, sum er líka fyri allar privatkundar.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 01. februar 2024

18 Leygardagur 03. februar 2024

HK Bussar skulu røkja bussleiðina í Sundalagnum næstu fýra árini

Eiðis kommuna verður eisini umfevnd í Leið 1, sum frá 1. mars fer at koyra úr Hósvík til Eiðis

Sáttmálan við HK Bussar og kommunala samstarvið við Eiðis kommunu, sum leggur góðan gróðrarbotn undir ítróttarvirksemi, frítíðarvirksemi og aðra ferðing í økinum úr Hósvík til Eiðis og noður til Tjørnuvíkar allar gerandisdagar í árinum (Mynd: sunda.fo)
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

Bussleiðin hjá Sunda kommunu hevur koyrt í økinum síðan 2017, og í vikuni varð sáttmáli undirskrivaður við HK Bussar um at røkja bussleiðina í Sundalagnum fram til á sumri 2028.

Bussleiðin varð bjóðað út, og nú eru Sunda kommuna og Eiðis kommuna farnar í samstarv um Leið 1. Tað merkir, at Leið 1 frá 1. mars fer at koyra úr Hósvík til Eiðis, og tveir bussar fara framyvir at røkja leiðina. Koyrt verður út Hósvík og av Eiði hvønn tíma frá klokkan 16 til klokkan 22 allar gerandisdagar í árinum, skrivar sunda.fo.

Leið 2 kemur at koyra sum áður. Tó so er ferðaætlanin tillagað nakað so hon passar betri við leið 400 hjá SSL úr Tórshavn og norðureftir.

- Vit í Sunda kommunu fegnast um sáttmálan við HK Bussar og kommunala samstarvið við Eiðis kommunu, sum við nýggju Leið 1 og Leið 2 leggur góðan gróðrarbotn undir ítróttarvirksemi, frítíðarvirksemi og aðra ferðing í økinum úr Hósvík til Eiðis og noður til Tjørnuvíkar allar gerandisdagar í árinum, skrivar Sunda kommuna.

[object Object]
(Mynd: sunda.fo)


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 01. februar 2024

19 Leygardagur 03. februar 2024

Sjey miðlar søktu um stuðul - fimm fingu

Sosialurin fekk mest í miðlastuðli, nú tær síðstu 600.000 krónurnar fyri 2023 vóru býttar út

(Savnsmynd)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Miðlastuðulin til skjalprógvaðar lønarútreiðslur er játtaður fimm miðlum. Sjey miðlar søktu annars um hendan stuðulin.

Ein miðil lat umsókn sína inn eftir umsóknarfreistina og ein miðil kundi ikki vísa á skjalprógvaðar lønarútreiðslur fyri undanfarna roknskaparár, ið sambært lógin skal vera útrokningargrundarlagið fyri hendan miðlastuðul. Hesar umsóknir vórðu tí noktaðar.

Fimm miðlar luku treytirnar. Miðlastuðulsnevndin kundi síðani staðfesta, at ein miðil fór um markið fyri, hvussu nógv ein einstakur miðil ella eitt miðlasamtak kann móttaka í stuðli – eitt mark, ið miðlastuðulslógin ásetir til 40 prosent av teimum 600.000 krónunum. Stuðulin til hendan miðil varð tí settur niður og býtið millum miðlarnar varð hareftir hesin:

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

Verkætlanarstuðul til 14 verkætlanir
Í 2023 var verkætlanarstuðul latin 14 verkætlanum. Umsóknirnar vórðu mettar út frá journalistiskari dygd og samfelagsligum virði, sigur miðlastuðulsnevndin.

Í miðlastuðulsnevndini sita Runa Preeti, John Johannessen og Janus Haraldsen. Síðstnevndi er formaður í nevndini.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

Í 2024 er miðlastuðulin øktur við 900.000 krónur so hann nú verður 2.900.000 krónur. Umframt tað, eru 100.000 krónur játtaðar til umsitingina hjá nevndini.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 02. februar 2024

20
Leygardagur 03. februar 2024

Veiðibann á gýtingarleiðum hjá toski er longt

Dennis Holm, landsstýrismaður við fiskivinnumálum, hevur lýst broyting í kunngerðini um tíðaravmarkaða veiðibanni. Her sæst yvirlit yvir, nær og hvar tað er friðað

Fyri økini 1, 2, 3, 5 og 6 verður frameftir galdandi, at tíðaravmarkaða veiðibannið í gýtingartíðini er frá 1. februar til 1. mai
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Dennis Holm, landsstýrismaður við fiskivinnumálum, hevur lýst broyting í kunngerð nr. 45 frá 6. apríl 2022 um tíðaravmarkað veiðibann á gýtingarleiðum.

Tíðarskeiðini fyri veiðibann á gýtingarleiðum hjá toski eru harvið longd.

Fyri økini 1, 2, 3, 5 og 6 sambært kortinum verður frameftir galdandi, at tíðaravmarkaða veiðibannið í gýtingartíðini er frá 1. februar til 1. mai.

Viðvíkjandi øki 1 er økið undantikið friðingini, har veiða eftir havtasku við troli við fiskiførum við framtøkumegi minni enn 500 HK fer fram. Talan er um eitt djúpt øki í syðra parti av gýtingarfriðaða økinum. Toskur gýtur tí ikki har, og undantakið hevur lítlan týdning fyri at verja gýtingina hjá toskinum.

Viðvíkjandi øki 4 og 7 er ein orðing strikað, sum hevur við sær, at endadagurin nú ikki skal roknast við í gýtingartíðarskeiðið. Hetta merkir, at veiðibannið fyri øki 4 nú er til 15. mai, t.v.s., at fiskiskapurin kann byrja aftur 15. mai. Fyri øki 7 er veiðibannið nú til 1. apríl, t.v.s., at fiskiskapurin kann byrja aftur 1. apríl.

Á Føroyabanka (øki 8) verður friðað í tíðini frá 15. februar til 15. mai.

Kortið við yvirlitinum sæst her

Øll tíðarskeið byrjað og/ella enda 1. og 15. í mánaðinum fyri at gera tíðarskeiðini lættari at skilja og umsita.

Byrjanardagurin í tíðarskeiðinum er við í friðingartíðarskeiðinum, meðan endadagurin ikki skal roknast við í friðingartíðarskeiðið.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 01. februar 2024

21
Leygardagur 03. februar 2024

Mortan Johannesen aftur stjóri í Pf. Farcod

Mortan Johannesen, sum stovnaði felagið Pf. Farcod í 1986, er nú aftur í stjórasessinum í felagnum

Mortan Johannesen til høgru saman við konuni Hildigunn Johannesen og abbasoninum Mortan Faulkner (Savnsmynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Kiran Jóanesarson

Mortan Johannesen, sum stovnaði Pf. Farcod í 1986, er nú aftur í stjórasessinum í felagnum.

Tað er Skráseting Føroya, sum boðar frá, at Mortan Hammer Johannesen nú aftur er stjóri í felagnum.

Pf. Farcod er felagið aftan fyri flakatrolaran Enniberg, og nýggja rækjutrolaran Emerald, umframt at felagið eitt nú eisini eigur í SMS.

Seinastu árini hevur sonur Mortan og Hildigunn, Kaj Johannesen, verið stjóri í felagnum, men nú er hann farin aftur í nevndina. 

[object Object]Kaj Johannesen, sum seinastu knapt átta árini hevur verið stjóri í Pf. Farcod er nú aftur í nevndini í felagnum (Savnsmynd: Sverri Egholm)


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 28. Jan 2024

22
Leygardagur 03. februar 2024

Gevandi menningarsamstarv um alivinnu

Tey fimm úr Kuba, Malavi, Sierra Leone, Jamaika og Nikaragua arbeiða við at menna eina ábyrgdarfulla alivinnu í teirra heimlondum og skuldu hava íblástur úr Føroyum

Tey hava millum annað vitja virkir og myndugleikar, og fingið undirvísing frá granskarum á Firum. Hóast veðrið ikki var til vildar, og ætlanir máttu tillagast nakrar ferðir, var vitjanin væleydnað
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Seinastu tvær vikurnar hevur Firum (Fyrrverandi Fiskaaling, -red.) havt vitjan av fimm gestum, ið eru komin til Føroyar at kunna seg um føroysku alivinnuna. Her hava tey millum annað vitja virkir og myndugleikar, og fingið undirvísing frá granskarum á Firum.

Hóast veðrið ikki var til vildar, og ætlanir máttu tillagast nakrar ferðir, var vitjanin væleydnað.

Tey fimm, ið eru úr Kuba, Malavi, Sierra Leone, Jamaika og Nikaragua, hava øll akademiska útbúgving innan alivinnu og fyrisiting. Harafturat arbeiða tey við at menna eina ábyrgdarfulla alivinnu í teirra heimlondum.

Vitjanin í Føroyum er partur av samstarvsavtalu við Ísland, ið inniber, at granskarar frá Firum hava ein virknan leiklut í skeiðnum Fisheries Training Programme, ein av menningarskráunum undir UNESCO-GRÓ, sum eisini umfatar alivinnu. Skeiðið, ið er seks mánaðir, endar við at luttakarar gera eina granskingarverkætlan um viðkomandi viðurskifti í teirra heimlandi. Væntandi verða granskarar frá Firum vegleiðarar hjá onkrum teirra.

Allir skeiðsluttakarar eru útvaldir av einum netverki, ið m.a. er skipað undir UNESCO. Netverkið fær umsóknir úr øllum heiminum, og tey seta høg krøv til umsøkjarar, ið skulu hava viðkomandi útbúgving og starv.

- Á Firum eru vit fegin um samstarvið við UNESCO-GRÓ, ið er við til at styrkja samstarvið ímillum luttakandi lond. Samstarvið er eisini ein týðandi liður í arbeiðnum hjá Firum at virka fyri máttmenning (Capacity Development) í menningarlondum.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 30. Jan 2024

23 Leygardagur 03. februar 2024

Avtala um betri kunning um eftirlønaruppsparing

Tryggingareftirlitið hevur gjørt avtalu við lívstryggingarfeløg og eftirlønrgrunnar um betri kunning um kostnaðir, ið kundin rindar

 
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Øll tey føroysku lívstryggingarfeløgini og eftirlønargrunnarnir hava sjálvboðið gjørt eina sínámillum avtalu um betri kunning til tann einstaka kundan um teir kostnaðir, ið kundin rindar fyri sína eftirlønaruppsparing

Avtalan er gjørd ímillum Pf. Tryggingarfelagið Lív, Pf. Betri Pensjón, Eftirlønargrunnur Løntakaranna (Lívsverk) og Pf. NordikLiv Lívstryggingarfelag

Avtalan merkir, at einaferð um árið skal felagið á ein skipaðan hátt upplýsa einstaka eftirlønarkundan um, hvussu nógv hann hevur rindað í krónum og í prosentum fyri sína eftirlønaruppsparing. Feløgini hava sambært avtaluni bundið seg til at brúka sama uppgerðarhátt, og grannskoðararnir skulu tryggja, at feløgini halda avtaluna.

Avtalan kemur í gildi soleiðis, at í seinasta lagi 1. september 2024 skal einstaki eftirlønarkundin fáa upplýst, hvussu nógv hann í 2023 hevur goldið í krónum og í prosentum fyri sína eftirlønaruppsparing.

Avtalan fevnir ikki um eftirlønaruppsparing í peningastovnum.

Talan er so at siga um somu sjálvbodnu avtalu, sum lívstryggingarfeløg og tvørgangandi eftirlønargrunnar í Danmark hava um at fylgja sonevnda “Omkostningshenstilling” frá áhugafelagnum Forsikring & Pension, F&P.

Endamálið við skipanini er, at tað skal vera greitt, hvørjar kostnaðir kundin rindar fyri at hava sína eftirlønarskipan. Síðani 2010 hava øll donsk feløg, á ein skipaðan hátt, roknað og upplýst sínar eftirlønarkundar um ÁKK (árliga kostnaðin í krónum) og ÁKP (árliga kostnaðin í prosentum).

Nevndirnar og stjórnirnar í føroysku lívstryggingarfeløgunum og eftirlønargrunnunum hava verið samd um, at feløgini skulu miða eftir, at einstaki eftirlønarkundin fær eina kunning um kostnaðir, sum er á sama støði sum donsk feløg geva sínum eftirlønarkundum. Feløgini hava tí í samstarvi við Tryggingareftirlitið síðani 2018 arbeitt við at seta í verk eina samsvarandi skipan fyri føroysku eftirlønarkundarnar.

Í allari tilgongdini hava partarnir verið konstruktivir og samstarvssinnaðir, og Tryggingareftirlitið og feløgini eru sera fegin um, at tað nú hevur eydnast feløgunum at gera eina sjálvbodna sínámillum avtalu til gagns fyri einstaka eftirlønarkundan.

Til ber at lesa avtaluna á heimasíðuni hjá Tryggingareftirlitinum: www.tryggingareftirlitid.fo

Tíðindaskriv frá Tryggingareftirlitinum 

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 30. Jan 2024

24 Leygardagur 03. februar 2024

Null nettofráflyting ger haldførið eitt vet betri

Ein triðingur av ungdóminum fer uttanlands og bert helvtin av hesum koma heim aftur, og tað svarar til, at fimti hvør velur Føroyar frá

(Mynd: Landsbanki Føroya)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Í haldførisgreiningini hjá Búskaparráðnum verður tikið útgangsstøði í fólkatalsframrokningini hjá Hagstovuni. Fólkatalsframskrivingin hjá Hagstovuni hevur eina nettofráflyting hvørt ár. Verður nettofráflytingini í greiningini sett til 0, verður haldførið eitt vet betri, men tað er framvegis langt á mál. Haldførisávísin fer frá -9 prosent av BTÚ til -8 prosent av BTÚ.

Fortreytin um null nettofráflyting ger, at talið av persónum í arbeiðsvirknum aldri veksur meir enn talið av fólki uttanfyri arbeiðsvirkna aldurin í framroknaða tíðarskeiðinum. Sostatt bøtir hendan fortreytin um demografiska forsyrgjarabrøkin, og gjógvin millum inntøkur og útreiðslur hjá almenna geiranum gerst eitt sindur minni. Men tó er enn langt á mál, hóast onga nettofráflyting.

Tað hava verið stór útsveiggj í nettoflytingini millum útlond og Føroya seinastu 35 árini, og tað bendir á, at føroyska búfjøldin, í øllum førum søguliga sæð, hevur verið rættiliga flytifør. Fortreytin um nettofráflyting er tískil serliga viðkomandi í Føroyum. Torført er at gera eina eintýdda meginreglu fyri fólkatilflytingina í framtíðini. Sigast kann tó, at fólkaflytingar í Føroyum tykjast at hava tætt samband við gongdina í búskapinum og arbeiðsloysinum.

Fráflytingin í Føroyum er í stóran mun ung fólk, ið velja at nema sær útbúgving uttanlands. Sambært Hagstovu Føroya fer ein triðingur av ungdóminum uttanlands og bert helvtin av hesum koma heim aftur, og tað svarar til, at fimti hvør velur Føroyar frá, sí mynd 1 niðanfyri.

Minkar fráflytingin millum ung kann tað fáa positiva ávirkan á haldførisávísan. Um fleiri velja at nema sær hægri útbúgving í Føroyum, ella taka ein part av útbúgvingini í Føroyum, heldur enn í útlondunum, hevði tað væntandi ført við sær, at fleiri festu røtur í Føroyum og hesi høvdu tí seinni økt um arbeiðsfjøldina.

Fyri at fremja tilflyting og minka um fráflytingina av ungum kunnu politikarar raðfesta Fróðskaparsetur Føroya og aðrar hægri útbúgvingar, skapa kappingarførar lestrarumstøður. Politiska skipanin kann á hendan hátt fremja átøk, ið eggja til eina ávísa atferð. Tað er tó sjálvandi eingin trygd fyri, at atferðin broytist, og at ung frameftir ikki velja at flyta av landinum, í sama mun sum tey gera í dag.

Niðurstøðan er tó enn hin sama; at føroyski búskapurin stendur fyri eini haldførisavbjóðing, og neyðugt er fyrst og fremst at hækka pensjónsaldurin, gera effektiviseringar á eldraøkinum og almenna rakstrinum, fyri at betra um fíggjarpolitiska haldførið.

[object Object]

Kelda: Landsbanki Føroya


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 02. februar 2024

25 Leygardagur 03. februar 2024

Øktur livialdur krevur nýskipanir skal fíggjarpolitikkurin vera haldførur

Øktur livialdur er eitt tekin um, at heilsan hjá búfjøldini í síni heild verður betri. Men tað krevur eina endurskoðan av vælferðarskipanini, skulu almennu inntøkurnar røkka til almennu útreiðslurnar í framtíðini, so eitt vanbýti av vælferð millum ættarlið ikki fer fram

(Savnsmynd)
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Í 1988, tá ið Føroyar yvirtóku almannamál, og harvið útreiðslurnar til fólkapensjón, livdi vanligi føroyingurin í miðal umleið 15 ár, tá hann var farin upp um pensjónsaldurin 67 ár. Síðani tá er livialdurin øktur við fýra árum, og føroyingar liva sostatt í dag í miðal 19 ár sum pensjónistar.

Hóast livialdurin er øktur við fýra árum, hevur pensjónsaldurin verið óbroyttur hetta tíðarskeiðið.

Myndin niðanfyri vísir væntaðu livitíðina á pensjón undir trimum ymiskum fortreytum. Grønu stabbarnir vísa samtykta pensjónsaldurin, ið verður hildin støðugur á 68 ár fram til 2060. Tá verður væntaða livitíðin á pensjón áleið 22 ár í 2060.

[object Object]

Hækkar pensjónsaldurin hinvegin hálvt ár, fimta hvørt ár fram til 2060, er væntaða livitíðin á pensjón sum í dag, á umleið 19 ár. Hækkar pensjónsaldurin hinvegin við einum ári, fimta hvørt ár frá 2035 til 2060, lækkar livitíðin á pensjón stigvíst til 17 ár tey komandi 40 árini.

Neyðugt er at hækka pensjónsaldurin, men hóast pensjónsaldurin hækkar, so verður miðal livialdurin sum pensjónist framhaldandi hægri enn tá Føroyar yvirtøku almannamál, tá miðal livialdurin eftir pensjón var 15 ár.

Kelda: Landsbanki Føroya

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 29. Jan 2024

26 Leygardagur 03. februar 2024

Nýggj útstykking á Velbastað

Stórur áhugi er fyri grundstykkjum á Velbastað

 
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Í november 2023 boðaði Tórshavnar kommuna frá, at fólk kundu tekna seg til lutakast um grundstykki í møguligari útstykking á Velbastað innan 20. desember 2023.

Sagt varð frá, at um áhugin vísti seg at vera nóg stórur, fór verkætlanin at verða løgd fyri nevndir og býráð til góðkenningar, og tilmeldingarfreistin fór at verða longd í fýra vikur. Tá ið avtornaði, vóru tað átta, ið vístu áhuga fyri grundstykkjunum á Velbastað.

Málið var fyri á býráðsfundi 25. januar 2024. Býráðið samtykti, at kommunan skal fara undir samráðingar við arbeiðstakaran um útstykkingina.

Tá ið hesar samráðingar eru komnar uppá pláss, verður verkætlanin lýst nærri við tekningum, tíðarætlan og mettum kostnaði fyri grundstykkini. Síðan verður latið upp fyri tilmelding til lutakastið um grundstykkini í fýra vikur afturat. Hetta verður tá lýst alment í tíðindaskrivum og á kommunalu heimasíðuni.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 02. februar 2024

27 Leygardagur 03. februar 2024

Lutfalsliga nógv ung í Føroyum hava trupulleikar av knæskelini

Tann fyrsta vísindaliga greinin frá granskingarverkætlanini “Tann føroyski knækanningar-bólkurin”, sum fór av bakkastokki í 2021, er júst útgivin í tíðarritinum Acta Ortopaedica. Niclas Højgaard Eysturoy, lækni og ph.d.-lesandi, er fyrstihøvundur

(Mynd: Gransking.fo)
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Tann fyrsta vísindaliga greinin frá granskingarverkætlanini “Tann føroyski knækanningar-bólkurin” er júst útgivin í tíðarritinum Acta Ortopaedica. Tað er Niclas Højgaard Eysturoy, lækni og ph.d.-lesandi, sum er fyrstihøvundur.

Greinin er tann fyrsta frá granskingarverkætlanini, ið fór av bakkastokki síðst í 2021 við stuðli frá m.ø. Granskingarráðnum.

Í fyrstu atløgu verða títtleiki, orsøkir og ávirkan av knæskeljakeiking á ungdómin í Føroyum kannað. Seinni verður kannað, um hetta er við til at fremja slitgigt handan knæskelina eins og hvørja ávirkan tað hevur á lívsgóðskuna.

Greinin, sum nú er útgivin, vísir, at í Føroyum hava 8,9 prosent av ungum føroyingum upplivað at hava havt knæskelina úr lið minst eina ferð. Samstundis vísir tað seg við nærri kanningum ,so sum røntgen og MR-skanningum av knøunum, at umleið 80 prosent hava tað, sum er kallað trochlea dysplasi, sum er ein fløt fura handan knæskelina. Trochlea dysplasi er sum oftast orsøkin til, at skaðin hendir. Harafturat, at tey flestu, sum hava trochlea dysplasi í einum knæi, eisini hava tað í hinum knænum, sum tó ikki hevur havt nakra knæskelskeiking.

Hesi tølini eru samanborin við tøl frá útlondunum, og tað vísir seg, at í Føroyum eru uml. sjey ferðir so nógv ung, ið hava upplivað, at knæskelin fer úr lið. Samstundis eru tað nógv fleiri, ið hava trochlea dysplasi enn í útlondnum.

Niðurstøðan er, at høga útbreiðslan av trochela dysplasi er ein stór orsøk til, at so nógv ung í Føroyum keikja sær knæskelina. Hetta týður á, at ættarbregði kann spæla ein leiklut í menningini av trochela dysplasi – og at hetta má kannast nærri.

Greinin kallast "High prevalence of patellar dislocation and trochlear dysplasia in a geographically and genetically isolated society: an observational national cohort study from the Faroese Knee Cohort" og kann frítt lesast her

Acta Ortopaedica er eitt non-profit open access peer-review tíðarrit við einum impact factor á 3,9.

Tíðindaskriv frá Granskingarráðnum

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 27. Jan 2024

28 Leygardagur 03. februar 2024

Rektaraskifti á Miðnámi í Suðuroy

Rósa Heinesen tekur við eftir Guðrið Johansen, sum seinastu fimm árini hevur røkt rektarastarvið

Guðrið Johansen og Rósa Heinesen (Mynd: Miðnám í Suðuroy)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Í vikuni fingu tey nýggjan rektara á Miðnámi í Suðuroy. Tað er Rósa Heinesen, sum er nýggjur rektari, og rektarin seinastu fimm árini, Guðrið Johansen, takkar fyri seg.

- Í dag hava vit boðið Rósu Heinesen vælkomna sum okkara nýggja rektara, samstundis hava vit við sorgblídni sagt farvæl við Guðrið Johansen, sum tey seinastu fimm árini hevur røkt rektarastarvið á Miðnám í Suðuroy, skrivar skúlin.

- Vit hava havt eina fráfaringarløtu og vilja fegin takka henni fyri tíðina, ið hon hevur verið hjá okkum. Sum tøkk fyri tíðina, hevur Guðrið fingið gávu frá starvsfólkum og næmingum á skúlanum, m.a. hendan vakra málningin, ið okkara dugnaligi næmingur, Ýr Ákádóttir, hevur málað, skrivar Miðnám í Suðuroy.

[object Object]

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 02. februar 2024

29 Leygardagur 03. februar 2024

Hermann Mortensen trivnaðarstjóri í Tórshavnar kommunu

Hermann Mortensen hevur drúgvar og viðkomandi leiðsluroyndir innan trivnaðarøkið, m.a. sum trivnaðarstjóri í Almannaverkinum. Sjey umsóknir komu til starvið

Heðin Mortensen, borgarstjóri, Hermann Mortensen og Jóan Petur Hentze, kommunustjóri (Mynd: Tórshavnar kommuna)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Tórshavnar býráð hevur í dag tikið avgerð um at seta Hermann Mortensen í starvið sum trivnaðarstjóri í Tórshavnar kommunu. Tað komu sjey umsóknir til starvið.

Talan er um starvið, sum seinastu árini er røkt av Jóan Peturi Hentze, ið herfyri varð settur í starv sum kommunustjóri.

Hermann Mortensen er 48 ára gamal. Hann hevur drúgvar og viðkomandi leiðsluroyndir innan trivnaðarøkið, m.a. sum trivnaðarstjóri í Almannaverkinum. 

Trivnaðarfyrisitingin í Tórshavnar kommunu fevnir í høvuðsheitum um dagstovnaøkið, skúlaøkið, barnavernd, mentan og ítrótt.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 01. februar 2024

30
Leygardagur 03. februar 2024

Eydna í Homrum sett sum deildarleiðari

Hetta á nýskipaðu Tilfeingisdeildini á Havstovuni. Helga Bára Mohr Vang tekur við starvinum sum varaleiðari

Eydna í Homrum er 49 ár og útbúgvin havlívfrøðingur frá lærda háskúlanum í Gøteborg í Svøríki. Í 2012 vardi Eydna doktararitgerð á Fróðskaparsetrinum um føroyska upsan, men hevur síðani fyrst og fremst starvast við sild (Mynd: hav.fo)
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

Tann 1. februar 2024 tók Eydna í Homrum við sum deildarleiðari á nýskipaðu Tilfeingisdeildini á Havstovuni.

Eydna í Homrum er 49 ár og útbúgvin havlívfrøðingur frá lærda háskúlanum í Gøteborg í Svøríki. Í 2012 vardi Eydna doktararitgerð á Fróðskaparsetrinum um føroyska upsan, men hevur síðani fyrst og fremst starvast við sild.

- Eydna, sum hevur starvast á Havstovuni síðan 2007, tekur við eftir Jan Arge Jacobsen og Petur Steingrund, sum seinastu mongu árini hava verið deildarleiðarar á ávikavist Uppsjóvardeild og Botnfiskadeild. Hesar deildirnar eru nú umskipaðar til eina Tilfeingisdeild. Jan og Petur halda báðir fram sum fiskifrøðingar á Havstovuni.

Ein varaleiðari er eisini settur til nýskipaðu Tilfeinigsdeildini á Havstovuni. Tað er Helga Bára Mohr Vang, ið fer í hetta starvið. 

- Helga Bára er 38 ár, útbúgvin lívfrøðingur frá Fróðskaparsetri Føroya í 2009 og kandidat, við sergrein í umsiting og stovnsmeting, frá Aarhus Universitet í 2014. Helga Bára hevur starvast á Havstovuni síðan 2014.

Í starvinum á Havstovuni hevur Helga Bára arbeitt eitt tíðarskeið á fyrrverandi Uppsjóvardeildini. Seinastu árini hevur tað verið á fyrrverandi Botnfiskadeildini, serliga við stovnsmetingum av botnfiski, skrivar hav.fo. Hon skal eisini leiða “North Western” arbeiðsbólkin (NWWG) næstu trý árini. 

Les eisini: Føroyar fáa formannskapin í NWW-arbeiðsbólkinum

[object Object]Helga Bára Mohr Vang er 38 ár og útbúgvin lívfrøðingur frá Fróðskaparsetri Føroya. Í 2014 fekk hon kandidat frá Aarhus Universitet í 2014. Helga Bára hevur starvast á Havstovu Føroya síðani (mynd: hav.fo)


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 01. februar 2024

31 Leygardagur 03. februar 2024

Margretha Nónklett forkvinna í Leiklistaráðnum

Leiklistaráðið virkar sum stýri fyri Tjóðpall Føroya, og Sirið Stenberg hevur sett nýtt stýrið fyri næstu trý árini. Forkvinnan, umframt fimm onnur, eru nývald í nevndini

Margretha Nónklett er nýggja forfólkið. Hon er cand. mag. í fólkalívsfrøði og deildarleiðari á fólkalívsdeildini á Tjóðsavninum. Áðrenn tað var hon býarsavnsvørður á Tórshavnar býarsavni, og hevur eisini drúgvar royndir frá landsfyrisitingini
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

Sirið Stenberg, landsstýriskvinna við mentamálum, hevur sett nýtt Leiklistaráð fyri komandi trý árini.

- Leiklistaráðið virkar sum stýri fyri Tjóðpall Føroya, setir stjóran og hevur aðrar yvirskipaðar uppgávur í sambandi við yrkisleiklist og leiklist sum heild. Ein av fyrstu uppgávunum verður at gera tilmæli til landsstýriskvinnuna um stuðulin til yrkisleiklist fyri 2024.

Limirnir frá 1. februar 2024 til 31. januar 2027 eru hesir:

  • Margretha Nónklett, forfólk, tilnevnd av landsstýriskvinnuni
  • Benjamin Gaasedal, tilnevndur av landsstýriskvinnuni
  • Durita Dahl Andreassen, tilnevnd eftir tilmæli frá Leikarafelag Føroya
  • Arnfinnur Nesá, tilnevndur eftir tilmæli frá Meginfelag Áhugaleikara Føroya
  • Ria Tórgarð, tilnevnd eftir tilmæli frá Listafólkasambandi Føroya
  • Heini Gaard, tilnevndur eftir tilmæli frá Tórshavnar býráð
  • Barbara Hentze í Stórustovu, tilnevnd sum starvsfólkaumboð fyri Tjóðpall Føroya

Margretha Nónklett er nýggja forkvinnan. Hon er cand. mag. í fólkalívsfrøði og deildarleiðari á fólkalívsdeildini á Tjóðsavninum. Áðrenn tað var hon býarsavnsvørður á Tórshavnar býarsavni. Hon hevur eisini drúgvar royndir frá landsfyrisitingini.

Benjamin Gaasedal hevur drúgvar royndir sum kórleiðari. Hann er útbúgvin timburmaður og hevur m.a. smíðað til pall, og eisini umvælir hann ljóðføri.

Durita Dahl Andreassen og Barbara Hentze í Stórustovu eru afturvaldar, men annars eru øll nývald á hesum sinni, upplýsir ammr.fo.

Leiklistaráðið hevur heimild í løgtingslóg nr. 68 frá 2. mai 2003 um Tjóðpall Føroya og stuðul til leiklist v.m. Sbrt. lógini skal landsstýrisfólkið seta Leiklistaráðið við sjey limum og skal sjálvt tilnevna forfólkið umframt ein lim. Annar av hesum skal vera fíggjar- og roknskaparkønur. Leikarafelagið, MáF, LISA og Tórshavnar býráð tilmæla hvør sín lim. Tjóðpallur Føroya velur eitt starvsfólkaumboð. Limirnir í Leiklistaráðnum skulu hava kunnleika til mentan og palllist.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 30. Jan 2024

32 Leygardagur 03. februar 2024

Sámal Joensen nýggjur roknskaparleiðari í Vestmanna kommunu

46-ára gamli vestmenningurin er útbúgvin bankamaður og hevur seinastu mongu árini eisini verið virkin í valnevndum og ítróttar- og áhugafelagsskapum í heimbygdini

Sámal hevur drúgvar royndir í ymiskum størvum í bankavinnuni og seinni sum roknskaparfólk hjá Heimatænastuni í VEKS (Mynd: vestmanna.fo)
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

Vestmanna kommuna hevur sett Sámal Joensen sum nýggjan roknskaparleiðara, og skal hann byrja í starvinum 1. mars 2024.

Hetta boðar Vestmanna kommuna frá.

Sámal er 46 ára gamal og vestmenningur. Hann er útbúgvin bankamaður og hevur eisini tikið aðrar viðkomandi útbúgvingar innan bankavirksemi.

- Eg eri sera spentur at fara undir nýggju avbjóðingina og gleði meg at gerast partur av umsitingini og harvið verða við til at arbeiða fyri borgarunum í Vestmanna, sigur Sámal Joensen við vestmanna.fo

Heimasíðan hjá kommununi skrivar eisini, at Sámal hevur drúgvar royndir í ymiskum størvum í bankavinnuni og seinni sum roknskaparfólk hjá Heimatænastuni í VEKS.

Sámal Joensen er kendur úr hondbóltssheiminum sum dyggur skjútti í nógv ár hjá VÍF. Seinastu nógvu árini hevur hann eisini verið virkin í valnevndum og ítróttar- og áhugafelagsskapum í heimbygdini.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 31. Jan 2024

33 Leygardagur 03. februar 2024

Fleiri um boðið at stjórna Pedagogfelagnum

Tað verður stríðsval tá Pedagogfelagið 2. mars hevur aðalfund. Formaðurin seinastu níggju árini, Jógvan Philbrow, stendur fyri vali

Jógvan Philbrow og Sanna á Løgmansbø stilla bæði upp til formanssessin í Pedagogfelagnum
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Aðalfundurin hjá Føroya Pedagogfelag verður á Hotel Føroyum 2. mars, og í vikuni rann freistin út at stilla upp til ymsu sessirnar, sum eru upp á val hesaferð.

Formaðurin er ein, sum stendur fyri vali. Jógvan Philbrow, sum hevur verið formaður seinastu níggju árini, stillar uppaftur, og nú er greitt, at tað verður dystur um sessin. Sanna á Løgmansbø, námsfrøðingur og leiðari á dagstovninum Birkilund í Havn, bjóðar sitandi formanni av.

Gravgangur er eisini eftir teimum trimum nevndarsessunum, sum standa fyri vali. Tað snýr seg um sessirnar hjá Anniku Østerø, Nikkil Heinesen og Haraldi Joensen. Annika Østerø hevur boðað frá, at hon ikki stillar uppaftur, men Nikkil Heinesen og Harald Joensen hava boðað frá uppstilling, og tað hava fýra onnur valevni eisini. Tey eru Beinta Klakstein, Dagnhild Magnussen Bertelsen, Katrin Helgadóttir og Sæbjørn Johannesen.

Tískil eru seks valevni til tríggjar nevndarsessir. Tey tvey fyrstvaldu valevnini verða vald fyri trý ár, og triðvalda valevnið fyri eitt ár. Hini verða tiltakslimir í raðfylgju samsvarandi atkvøðutalinum.

Val er eisini til tey trý ráðini í Pedagogfelagnum, Námsfrøðingaráðið, Leiðararáðið og Hjálparfólkaráðið. Her verður dystur um tøku sessirnar í Leiðararáðnum, men tað øvugta er galdandi fyri hini bæði ráðini, har ov fá valevni eru.

Turið Horn, Elisabeth Henriksen og Mirjam Johannesen standa fyri vali í Leiðararáðnum. Tær bjóða seg allar fram aftur, og Elin N. W. Tausen stillar eisini upp. Tískil eru fýra valevni til tríggjar sessir, sum allir eru fyri trý ár.

Tveir limir í Námsfrøðingaráðnum standa fyri vali, ein limur skal veljast fyri tvey ár og ein fyri eitt ár, men bara eitt valevni hevur boðið seg fram. Sigrun Ørvarodd stillar upp til Námsfrøðingaráðið.

Uppaftur lakari er áhugin at stilla upp til Hjálparfólkaráðið. Fýra av limunum standa fyri vali, tríggir fyri trý ár og ein fyri eitt ár, men onki hjálparfólk hevur boðað frá uppstilling.

Viðtøkubroytingar á aðalfundinum í fjør tryggja tó, at tað nú ber til at skjóta upp og velja upp til tríggjar eykalimir á sjálvum aðalfundinum. Tað er galdandi fyri val til bæði felagsnevnd og ráð.

Tí fer at verða roynt at fáa fólk at stilla upp til ráðini, har tað nú eru ov fá valevni, á aðalfundinum.

Øll valini hjá Pedagogfelagnum eru talgild. Atkvøðugreiðslan byrjar 14. februar og endar á middegi 1. mars, dagin fyri aðalfundin.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 02. februar 2024

34 Leygardagur 03. februar 2024

Avtala við akademikarar á privata arbeiðsmarknaðinum

- Hetta er eitt stórt framstig og tryggjar limunum í akademikarafelagnum tryggari og meira skipað setanarviðurskifti

Jórun Gardar, varastjóri í Vinnuhúsinum, og Páll Nolsøe, formaður í Akademikarafelag Føroya
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Føroya Arbeiðsgevarafelag og Akademikarafelag Føroya eru samd um ein leist fyri setanarsáttmála til starvsfólk innan virkisøkið hjá Akademikarafelag Føroya á privata arbeiðsmarknaðinum.

Partarnir mæla limum hjá feløgunum til at nýta avtalaða leistin hereftir. Hetta er eitt stórt framstig og tryggjar limunum í akademikarafelagnum tryggari og meira skipað setanarviðurskifti á privata arbeiðsmarknaðinum.

Talið av akademikarum á privata arbeiðsmarknaðinum hevur verið vaksandi seinnu árini, og alsamt fleiri limir hjá tí privata venda sær til Akademikarafelagið við spurningum og tørvi á ráðgeving um setanarviðurskifti. Eisini venda privatir arbeiðsgevarar sær til felagið við fyrispurningum um, hvussu akademikarar eiga at setast.  

Endamálið við avtaluni um setanarleist er at hava ein skipaðan leist fyri setanarsáttmálar, sum tryggjar gjøgnumskygni, og at setanarsáttmálar eru í trá við galdandi lóggávu, og at setanarviðursskifti eru samberilig við setanarviðurskifti hjá akademikarum á almenna arbeiðsmarknaðinum.     

Leisturin til setanarsáttmála liggur á heimasíðuni www.akf.fo undir evninum sáttmálar.

Tíðindaskriv frá Akademikarafelag Føroya 

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 30. Jan 2024

35 Leygardagur 03. februar 2024

Fara at finna Føroya bestu dansarar

10. februar verður dansikapping aftur í Dansifrøi. Kappingin er fyri børn og ung í aldursbólkinum 8-16 ár

 
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Komandi leygardag, 10. februar, verður dansikapping aftur í Dansifrøi, har Føroya bestu dansarar enn eina ferð skulu finnast. Hetta er triðja árið á rað at dansikappingin verður hildin og er sera væl dámd millum teir ungu dansararnir.   

Kappingin er fyri øll børn og ung í Føroyum í aldursbólkinum 8-16 ár, ið tíma at dansa. Luttakandi skulu finna upp á egnan dans, og ongar royndir eru kravdar frammanundan. Vinnarin av kappingini fær 2.500 krónur.

Endamálið við kappingini er at savna ungar dansarar úr øllum Føroyum, og geva teimum møguleikan at vísa fram sína list á palli. Kappingin gevur eisini dansarunum íblástur og er við til at skapa ein felagskap, ið stimbrar føroyska dansiumhvørvið.

Í fjør var tað bólkurin Hip Hop Trios við dansarunum Gunnhild Olivia G. Højsted, Jóhanna R. Hvannastein, Natasja G. á Løgmannsbø, ið tók fyrsta plássið. Kappingin var sera væleydnað og Dansifrøi var fult av áskoðarum, ið sóu nógvar flottar framførslur frá teimum luttakandi dansarunum.  

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 27. Jan 2024

36 Leygardagur 03. februar 2024

Lena Anderssen bjóðar til útgávukonsert

Útgávukonsert verður í Løkshøll, og øll løgini av nýggju útgávuni verða framførd

 
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Fríggjakvøldið 3. mai fer Lena Anderssen at hava útgávukonsert í Løkshøll í Runavík. Har fer føroyska songkvinnan at framføra øll løgini av nýggju útgávuni State of the Land, ið kom út 26. januar.

Bólkurin aftan fyri føroysku songkvinnuna hetta kvøldið verður væl mannaður, og hevur hon eitt nú Jóhannus á Rógvu Joensen, Josva Debes, Kim Hansen, Hans Poulsen og mannin og musikalska partnaran Niclas Johannesen við sær á pallin.

Útgávan "State of the Land" hevur verið leingi ávegis og vil Lena fegin markera útgávuna við hesi konsertini.

Ognað Geoff Emerick
"State of the Land" er upprunaliga upptikin í USA saman við slóðbrótandi enska upptøkumanninum Geoff Emerick, ið er serliga kendur fyri sítt arbeiði sum høvuðsupptøkumaður á útgávum so sum Revolver, Sgt. Pepper’s Lonely Hearts Club Band og Abbey Road við The Beatles.

Arbeiðið við útgávuni fekk ein óvæntaða vend, tí hetta somuleiðis gjørdist síðsta útgávan, har fleirfaldi Grammy vinnandi onglendingurin sat aftan fyri knøttarnar. Hann andaðist í oktober 2018, og State of the Land er sostatt eisini ognað Geoff Emerick.

Fríggjakvøldið 3. mai verður so serligt høvi á fyrsta sinni at hoyra allar sangirnar av útgávuni framførdar live.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 30. Jan 2024

37 Leygardagur 03. februar 2024

Hamferð við nýggjari útgávu

Serstøk útgávukonsert verður í hesum sambandi í Sjónleikarhúsinum 6. apríl

 
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Tann 22. mars kemur nýggja heildarútgávan hjá tungmálmsbólkinum Hamferð út.

Útgávan, sum ber heitið "Men Guðs hond er sterk", tekur íblástur úr søguligu skaðagrindini í Sandvík í 1915. Plátan verður givin út av altjóða plátufelagnum Metal Blade Records, og kann lýsast sum ein víðarimenning av tí serstaka tunga ljóðinum hjá bólkinum. Tónleikaliga hevur Hamferð við hesi útgávu sett sær fyri at bæði grava í søgu bólksins og samstundis leita nýggjar leiðir, og við hesum leisti eru skapt átta greið, kraftamikil og sera ymisk løg.

Fyrsta lagið, ið er at hoyra frá útgávuni, kallast "Ábær". Við tungum, áleypandi og stórslignum tónum vekist kenslan av at standa ímóti havsins og stormvindanna megi. Ein hóskandi byrjan til eina tónleikaliga ferð í søgum um sakn, ræðslu, kærleika og bardaga fyri lívinum. Sí videolagið til Ábær omanfyri.

Sí og hoyr sjóbandalagið her

Í sambandi við at “Men Guðs hond er sterk” kemur á gøtuna, verður serstøk útgávukonsert í Sjónleikarhúsinum leygarkvøldið 6. apríl.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 02. februar 2024

38 Leygardagur 03. februar 2024

Elinborg, Aggrasoppar og Joe & the Shitboys á altjóða festival

Aftur í ár eru føroysk tónlistafólk væl umboðað á The Great Escape í Brighton

Joe & the Shitboys eru bidnir um at koma aftur til The Great Escape í Brighton (Savnsmynd: Jens Kr. Vang)
SkrivaÐ:

Innsent

Triðja árið á rað hava fleiri føroysk tónlistafólk fingið møguleikan at spæla á The Great Escape Festivalinum í Brighton. Í dag vóru tey føroysku tónlistafólkini, sum í ár sleppa at spæla á bretska showcase-festivalinum avdúkað. Tey eru Elinborg, Aggrasoppar og Joe & The Shitboys. 

Í nøkur ár hava Føroyar verið sera væl umboðaðar á viðurkenda showcasefestivalinum The Great Escape. Glenn Larsen, leiðari í FMX (Faroe Music Export), er fegin um enn einaferð at bera tíðindini um, at góða gongdin heldur fram í 2024.

The Great Escape er ein tríggjar dagar langur tónleikafestivalur, sum fer fram í Brighton í Onglandi hvørt ár í mai. Eitt felag við heitinum ‘MAMA- festivalar’ skipar fyri. Endamálið við festivalinum er at sýna fram nýggjan tónleik í nógvum ymiskum sjangrum.

[object Object]Elinborg (Savnsmynd: Marius Mada Dale / G! Festivalurin)

Festivalurin varð stovnaður í 2006, og hýsir á hvørjum ári umleið 300 bólkum, sum spæla á 30 ymiskum pallum kring allan býin.

Festivalurin dregur til sín fólk, sum arbeiða í tónleikavinnu í øllum Evropa og í øðrum pørtum av heiminum. Ferð eftir ferð hevur festivalurin víst seg at vera ein umráðandi lopfjøl á yrkisleiðini hjá tónlistafólkum.

The Great Escape Festivalurin er kendur fyri at vera ein showcasefestivalur, har mest týðandi vinnulívsfólkini í tónleikavinnuni finna nýggj talent. Eisini sleppa festivalgestirnir at uppliva tónlistanøvnini á smærri og meira inniligum pallum, áðrenn tey fara út at spæla á teimum stóru pallunum kring heimin.

Millum stóra skaran av tónleikarum, ið hava spælt á The Great Escape tíðliga á teirra yrkisleið, eru stór og heimskend nøvn sum t.d. Ed Sheeran, Adele, Aurora, Rag'n'bone Man, John Grant, Mø, Christine & The Queens, Ben Howard, Bon Iver, Mumford & Sons, Highasakite og mong, mong onnur.

Fyri ikki at gloyma so settu Føroyar so dyggiliga sín dám á festivalin fyrstu ferð í 2022, tá heili fýra føroysk tónlistanøvn vóru við á almennu skránni.

Øll tey trý føroysku tónlistanøvnini, sum eru við í ár, fara at spæla í minsta lagi tvær almennar konsertir hvør, meðan festivalurin er.

[object Object]Aggrasoppar

Eins og í fjør fer FMX í samstarvi við G! Festivalin at skipa fyri einum serligum føroyskum tiltaki í Brighton, sum fer fram um dagin. Á tiltakinum fara øll tey trý føroysku nøvnini at spæla. Tiltakið er opið fyri umboðum úr altjóða tónleikavinnuni, umframt fyri almenniningum. Tiltakið er eisini partur av almennu skránni. Undirtøkan hevur verið rættiliga góð tvey tey seinastu árini, har tiltakið var sera væl vitjað. Hetta er eitt ískoyti til hinar konsertirnar, sum føroysku tónlistafólkini fara at spæla á The Great Escape hesa vikuna.

- Vit eru sjálvsagt ómetaliga fegin um, at tann góða gongdin heldur fram, sigur Glenn Larsen, leiðari fyri FMX.

- Vit merkja týðiliga jaligu avleiðingarnar, sum hava verið seinastu árini orsakað av The Great Escape, tí ansurin fyri Føroyum og áhugin fyri føroyskari tónleikavinnu er nógv vaksin. Vit kunnu róliga siga, at lagt verður merki til okkum á sera jaligan hátt.

Hetta kunnu tónlistafólkini vátta, sigur hann:

- Aggrasoppar spældu sum kunnugt eisini í 2023 á festivalinum, men eru nú aftur bodnir av The Great Escape at spæla á einum øðrum meira profileraðum palli, av tí at so nógv er hent seinasta árið. Sama er galdandi fyri Joe & The Shitboys, sum veruliga gjørdu um seg í 2022, har allar konsertirnar hjá teimum vóru útseldar. Hetta legði grundarlag undir teirra seinastu konsertferð í Stórabretlandi. Elinborg spælir fyri fyrstu ferð á The Great Escape, men eg eri ikki í iva um, at hon fer at standa seg sera væl – eins og hon gjørdi, tá hon spældi á Iceland Airwaves í november. Eg gleði meg ómetaliga nógv at fara til Brighton í mai saman við hesum trímum tónlistanøvnunum.

Samskiparin, sum setur tónleikaskránna saman á The Great Escape, Adam Ryan, er eisini eldhugaður vegna føroysku tónlistafólkini:

- Vit eru sera spent og glað um aftur nú í 2024 at kunna samstarva við FMX, sum ger eitt frálíkt arbeiði fyri at stuðla nýggjum tónleikanøvnum. Vit eru fegin um, at The Great Escape Festivalurin kann veita ein pall, har tónlistanøvn úr Føroyum kunnu sýna sín tónleik fram fyri eini víðfevndari tónleikavinnu,» sigur Adam Ryan. 

The Great Escape fer fram í Brighton í døgunum 15. til 18. mai.



Greinin varð fyrstu ferð løgd út 01. februar 2024

39 Leygardagur 03. februar 2024

Lista- og sniðgávuframsýning kannar føroyska arvin

Móðir og sonur hava eitt listarligt samskifti í framsýningini, Úrbregði, sum Barbara í Gongini, sniðgevi, og Hauge í Gongini Djernis, listafólk, sýna fram saman í Norðurlandahúsinum. Framsýningin, Úrbregði, lat upp í gjár

Barbara í Gongini (Savnsmynd)
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Barbara í Gongini er kendasti avantgardesniðgevi Føroya, og er hon serliga kend fyri síni eyðkendu ráu, svørtu snið, sum flætta saman stórbýarinnar hvøssu kantar við villu náttúruna í Føroyum. Sonur hennara, Hauge í Gongini Djernis, fæst við eitt heilt annað slag av list; hann arbeiðir m.a. við talgildari list, sum tekur støði í vitlíki og animatión.

Listaverk teirra verða flættað saman í framsýningini, Úrbregði, sum júst er latin upp í Norðurlandahúsinum. Framsýningin bjóðar við sjónbondum, innsetingarlist og sniðgávu siðbundna handverkinum og klædnavirkinum av.

Listafólkini kanna tilknýti og samleika, og rannsaka teirra felags føroyska arv. Verkini eru evnað til við at petta tað kenda sundur, broyta bygnaðin og seta tey saman aftur heilt øðrvísi; harav heitið á framsýningini - Úrbregði.

Framsýningin er opin til 3. mars.

[object Object]

Um Barbaru í Gongini
Barbara í Gongini var borin í heim í 1966 í Fuglafirði. Hon sýndi fram á fyrsta sinni í 2000, stutt fyri at hon gjørdist ein partur av sniðgávuhandlinum, Könrøg. Hon stovnaði BARBARA I GONGINI í 2005.

Barbara í Gongini hevur seinastu árini verið við í fleiri norðurlendskum samstørvum innan list og snið, eitt av hesum - tað seinasta - var framsýningin The Weather Diaries, sum var bæði í Frankfurt (2018) og í Seattle (2019).

Barbara í Gongini fekk Mentanarvirðisløn Landsins í 2017.

Hauge í Gongini Djernis
Hauge í Gongini Djernis var borin í heim í 1996 í Keypmannahavn. Hann gongur á listaakademi í Tróndheimi og arbeiðir bæði talgilt og samgilt. Sum hálvur føroyingur arbeiðir hann m.a. við sínum tilknýti til eitt land og náttúru, sum goyma nógv minni og nógvar søgur í sær.

Úrbregði (da. Mutationer) hevur verið sýnd á Norðurbryggjuni í Keypmannhavn.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 29. Jan 2024

40 Leygardagur 03. februar 2024

Fimm stuttfilmar í uppskoti til Geytan

Ársins Geytakvøld verður 9. februar – víst verður alt frá føroyskum animatiónsfilmi, absurdum familjuveitslum, fordómum, strongdum par- og vinarløgum, sjálvmorði og sorg

 
SkrivaÐ:

Alda Nielsdóttir

Aftur í ár skulu Føroya bestu stuttfilmar kjósast, og tað verður í Norðurlandahúsinum 9. februar klokkan 19.

Norðurlandahúsið borðreiðir við einari filmsskrá, ið røkkur evnisliga víða. Víst verður alt frá føroyskum animatiónsfilmi, absurdum familjuveitslum, fordómum, strongdum par- og vinarløgum, sjálvmorði og sorg á filmsdúkinum hetta kvøldið, skrivar Norðurlandahúsið í tíðindaskrivi.

Úrvalsnevndin, ið er mannað av umboðum fyri Filmshúsið, Kringvarp Føroya, Føroysk Filmsfólk, Filmsfelagið og Klippfisk, hevur eftir drúgva gjøgnumgongd av 11 filmum, valt at senda fimm stuttfilmar víðari í kappingini.

[object Object]

Tey tilnevndu eru Andrias Høgenni við filminum, “Lið við lið”, Brandur Teitsson við filminum, “Undir”, Katrin Joensen-Næs við filminum, “Sæla”, Terji Mohr við filminum, “Død af Grin”, og Tóki Jansson við filminum, “Óveruliga verðin hjá Aldu”.

Virðirlønirnar, sum skulu handast hetta kvøldið eru Geytin á 40.000 krónur, latið av Runavíkar kommunu, og Áskoðaravirðislønin á 30.000 krónur, latið av Tórshavnar kommunu. Umframt hetta verður ein serstøk umtala (en: special mention) latin filminum, “Føðingardagurin” hjá Tóri Mikkelsen. Filmurin vann 48-tíma kappingina, ið Klippfisk skipaði fyri í sambandi við Fjølmentanarvikuna í fjør.

Vertur hetta kvøldið er Eir í Ólavsstovu, ið er kend fyri at standa bæði aftan- og framman fyri upptøkutólið. Hon hevur leikstjórnað bæði heimildarfilm og fiktión, umframt at skriva filmshandrit. Á Geytanum í 2022 gjørdi hon ikki mætari enn at fara av stað við báðum virðislønunum fyri heimildarstuttfilmin, “Sálarkvøl”.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 29. Jan 2024

41 Leygardagur 03. februar 2024

Prent við Marius Olsen í Steinprenti

40 ár síðan listamaðurin byrjaði at sýna fram

 
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Grafiski úrmælingurin, listamaðurin Marius Olsen, fer hesar komandi tríggjar vikurnar at arbeiða í Steinprenti. Samstarvið millum Marius og Steinprent hevur í ár 30 ár á baki, og listamaðurin hevur sjálvur samstundis 40 ára jubileum sum framsýnari.

Í hesum sambandi verður ein forkunnug framsýning í framsýningini í Steinprenti. Framsýningin letur upp í dag klokkan 15. Prent, ið ongantíð eru framsýnd áður, summi prentað í Steinprent, onnur í listamansins egna verkstað, verða at síggja á framsýningini.  

[object Object]

[object Object]


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 29. Jan 2024

42 Leygardagur 03. februar 2024

Stórt TeenStreet tiltak á Kambsdali um vikuskiftið

Endabrakið verður í kvøld

(Savnsmynd)
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Hetta vikuskiftið er TeenStreet tiltak í ítróttarhøllini á Kambsdali. TeenStreet er í Føroyum kent sum summarlegan í Týsklandi, sum nógv ung og vaksin hava verið á í mong ár eftirhondini. Ikki hevur verið óvanligt at ferðalagið úr Føroyum hevur talt 300 til 400, størsti parturin 13-17 ára gomul, sum legan er ætlað til.

Skráin um vikuskiftið byrjaði við møti í gjárkvøldið. Í dag er seminar í skúlanum og í kvøld er aftur møti.

Talarar á tiltakinum eru Josh og Debs Walker, upprunaliga úr Írlandi, men búsitandi í Houston í USA. Tey hava verið høvuðstalarar á TeenStreet í nógv ár, og hava vitjað í Føroyum nakrar ferðir áður. Tey koma mestsum beinleiðis av TeenStreet í Brasil, har tey hava talað. Aftrat teimum er føroyski Tom Jacobsen, sum er pastorur í City Church. Hann var á pallinum saman við m.a. Josh og Debs í Týsklandi í summar.

Eitt annað sermerkt við vikuskiftinum er, at TeenStreet Worship Band, sum er ein føroyskur bólkur burturav, leiðir sangin. Tey hava í fýra ár leitt sangin á TeenStreet Europa undir ymiskum kørmum, men í summar var fyrstu ferð tey fingu høvi veruliga at folda seg út á stóra pallinum í Týsklandi.

Bólkurin telur yvir 10 limir. Sangframførslur vera eisini bæði kvøldini. Fríggjakvøldið syngur lokala Siloakórið og leygarkvøldið syngur ungdómsbólkurin New Praise av Toftum.

TeenStreet er partur av tvørkirkjuliga missiónsfelagsskapinum OM, Operatión Missión, sum millum nógv onnur missiónsarbeiði eisini hevur gomlu Norrønu í sigling. Hon eitur nú Logos Hope og siglir kring heimin við bókum og øðrum góðum tilfari til vitjandi umborð. Fleiri føroyingar hava verið í tænastu umborð á gomlu Norrønu, síðan hon gjørdist partur av flotanum hjá OM.

TeenStreet er seinastu fáu árini farið frá at vera ein lega í Týsklandi til at vera í nærum 50 londum kring allan heim. TeenStreet leiðslan í Føroyum er Andrias Magnussen, Randi Hansen og Símun J. Hansen.

Hóast TeenStreet er fyri ung, er tiltakið ætlað øllum, ungum sum eldri – bæði teimum, sum áður hava verið á legu, men eisini øllum, sum hava hug at fáa ein smakk av TeenStreet. Meira kunning á sosialu miðlunum og á teenstreet.fo. 

[object Object]

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 01. februar 2024

43 Leygardagur 03. februar 2024

Ársins norðurlendska matstova verður avdúkað í Føroyum

Panorama á Hotel Hafnia verður 9. juni karmur um kjósanina av ársins norðurlendsku matstovu, kallað The Nordic Prize

 
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

The Nordic Prize er ein av fleiri virðislønum, sum kappast verður í innan matstovuvinnuna. Í hesum føri er talan um ta matstovuna, ið verður mett at vera tann besta í Norðurlondum.

Í juni mánaði verður ársins The Nordic Prize Restaurant avdúkað, og í ár fer tað fram á Panorama á Hotel Hafnia.

Komandi tíðina fer ein dómsnevnd at vitja tær fimm matstovurnar, sum eru í uppskoti at vinna heiðurin í ár. Talan er um eina frá hvørjum av teimum stóru londunum, Finnland, Svøríki, Danmark og Noregi og so eina umboðandi Norðuratlantshav, altso Føroyar, Ísland og Grønland.

Tær tilnevndu matstovurnar eru:

Vollmers úr Svøríki. Matstovan liggur í miðbýnum í Malmö, og hevur tvær Michelinstjørnur.

ÓX umboðandi Norðuratlandshav. Magstovan liggur eitt sindur fjald vil Laugarvegin í Reykjavík. Ekslusiv matstovan við bert 17 sessum og einari Michelinstjørnu.

Okê úr Danmark. Talan er um matstovuna á gitna Ruths Hotel í Gl. Skagen.

À L’aise úr Noregi. Matstovan liggur í Oslo. Hevur eina Michelinstjørnu

Vår úr Finnlandi. Matstovan liggur í býnum Porvoo skamt eystan fyri Helsingfors. Hevur eina Michelinstjørnu.

Tiltakið, har vinnandi matstovan verður avdúkað verður á Panorama ovast á Hotel Hafnia 9. juni kl. 17.

Hesar matstovurnar hava vunnið The Nordic Prize tey seinastu árini:

2022: Hot Shop, Oslo
2021: Speilsalen, Trondheim
2020: Jordnær, Gentofte
2019: Renaa, Stavanger
2018: Søllerød Kro, Holte
2017: Sabi Omakase, Stavanger
2015: Maaemo, Oslo
2014: Koks, Tórshavn
2013: Geranium, København
2012: Maaemo, Oslo
2011: Henne Kirkeby Kro
2010: Matsalen, Stockholm
2009: Noma, København


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 29. Jan 2024

44 Leygardagur 03. februar 2024

Gibson Les Paul frá 1959 fór fyri seks milliónir krónur

Mark Knopfler frá Dire Straits hevur selt út av sínum stóra savni av guittarum

Christie's skipaði fyri uppboðssøluni (Mynd: EPA)
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

Mark Knopfler, víðagitni guittaristurin og oddamaðurin í bretska bólkinum Dire Straits, hevur selt burtur av síni stóra savni av guittarum. Uppboðssøluhúsið Christie’s í London skipaði í gjár fyri eini sølu, har guittar og styrkjarar hjá Knopfler vórðu seldir fyri tilsamans 8,84 milliónir pund – svarandi til umleið 77 milliónir í okkara krónum.

Í einum tíðindaskrivi frá Christie’s sigur Mark Knopfler, at hann fegnast um, at aðrir tónleikarar nú kunnu fáa gleði av ljóðførunum, og at inntøkurnar kunnu brúkast til vælgerandi endamál.

[object Object]Mark Knopfler avmyndaður á eini konsert í Týsklandi í 2005 (Savnsmynd: EPA)

- Tað hevur verið hjartanemandi at uppliva, hvussu nógv hesir guittarar hava at týða fyri nógv fólk, og eg eru eydnusamur yvir, at teir framvegis koma at gleða nógv, eins og teir hava gjørt gjøgnum mínar sangir, sigur Mark Knopfler.

Til samans vóru 112 guittarar og 10 styrkjarar seldir á uppboðssøluni.

Dýrastur gjørdist Gibson Les Paul guittarin frá 1959.

Gibson Les Paul guittarar frá júst 1959 eru sjáldsamir, og eru vanliga bert at síggja í hondunum á teimum størstu legendunum í rokksøguni, skrivar Ritzau.

Aðrir harrar, sum hava spæld upp ein 59’ara eru t.d. Jimmy Page frá Led Zeppelin, Peter Green frá Fleetwood Mac, ið gav sín víðari til Gary Moore frá Thin Lizzy og so Keith Richards frá Rolling Stones.

[object Object](Mynd: EPA)

59’arin hjá Knopfler varð seldur fyri 693.000 pund, góðar seks milliónir krónur.

Næstdýrasti guittarin var ein av júst sama slag, men frá 1983, sum varð seldur fyri 592.200 pund – knappar 5,2 milliónir krónur.

Henda eftirgerðin frá 1983 varð brúkt, tá Knopfler spældi sangin “Money for Nothing” inn. Sangurin gjørdist eitt tað størsta hittið hjá Dire Straits.

Tað vóru eisini aðrir søguligir lutir seldir á uppboðssøluni. Eitt nú serligi Marshall plexistyrkjarin frá miðskeiðis í 1960’unum. Styrkjarin gevur eitt serligt reingjað ljóð, eins og tað eisini kann hoyrast tá Knopfler spælir á 1983-Les Paul’in á “Money for Nothing”.

Ein fjórðingur av pengunum, sum kom inn á uppboðssøluni fer til vælgerandi endamál.

Her hevur Mark Knopfler gjørt av at lata pengar til Reyða Kross í Bretlandi, Tusk Trust, sum arbeiðir við at verja villinidýr í Afrika og felagsskapin Brave Hearts of the North East, skrivar Ritzau.

[object Object]
(Mynd: EPA)


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 01. februar 2024

45 Leygardagur 03. februar 2024

Boris Nadezhdin bjóðar Putin av

60-ára gamli politikkaran er ímóti krígnum í Ukraina, og sigur seg hava fingið yvir 100.000 verljaraundirskiriftir. Valnevndin skal góðkenna hesar, fyri at Nadezhdin skal sleppa at stilla upp til valið í mars

Í oktober varð boðað frá, at Boris Nadezhdin fór at stilla til forsetavalið - hetta fyri Civic Initiative. Nú bíðar hann eftir góðkenning (Mynd: EPA)
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

Hann er ímóti russisku krígsførsluni í Ukraina og hevur tosað alment um tað. Hann hevur verið í politikki leingi, og ynskir nú at koppa Vladimir Putin.

Maðurin er Boris Nadezhdin. Hann er upprunaliga úr Usbekistan, og hevur havt harðmæltar atfinningar móti verandi stýri og ymiskt í førda politikkinum. Í fjør segði Nadezhdin millum annað, at Russland tørvaði eina nýggja stjórn fyri at støðga krígnum í Ukraina.

Í oktober varð boðað frá, at Boris Nadezhdin fór at stilla til forsetavalið - hetta fyri Civic Initiative.

Til tess at hetta skal vera gjørligt, at neyðugt er at hava nóg mikið av stuðulsundirskriftum, sum síðani skulu góðkennast av sentralu valnevndini í Russland. Nú hevur Nadezhdin kunngjørt, at hann hevur savnað 105.000 stuðulsumsóknir, sum eru nóg mikið.

Næsta fetið er, at teir skulu gjøgnumgangast og góðkennast. Hetta kann gerast trupult, tí millum jól og nýggjár gjørdist greitt, at journalisturin Jekaterina Duntsova ikki slapp framat. Mett varð at "villur vóru" í hennara undirskriftum. Tað eydnaðist heldur ikki at kæra, og spurnartekin hava verið sett við, hvussu vítt fólkaræði í Russlandi røkkir.

Nú roynir Boris Nadezhdin seg. Væntað verður tó ikki at hann heilt fær bjóða av; serliga tí at so stórur partur av russiska fólkinum framvegis stuðlar krígsførsluni í Ukraina.

Forsetavalið í Russland verður mitt í mars.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 31. Jan 2024

46 Leygardagur 03. februar 2024

Christian krúnprinsur ríkisstjóri fyri fyrstu ferð

18 ára gamli krúnprinsurin hevur verið ríkisstjóri meðan Fríðrikur kongur fer á vinnuferð í Polandi

Christian krúnprinsur og kongaparið (Mynd: EPA)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Fríðrikur kongur fór mikudagin til Polands í tríggjar dagar á vinnuferð, og tað merkir, at 18 ára gamli Christian krúnprinsur var ríkisstjóri hesar dagarnar.

Tað er fyrstu ferð, at Christian krúnprinsur er ríkisstjóri síðan hann í november í fjør gjørdist partur av ríkisráðnum.

Sum ríkisstjóri skal krúnprinsurin røkja heimligu uppgávurnar, sum eitt nú kann vera at skriva undir lógaruppskot, ella taka ímóti nýggjum ráðharrum í sambandi við ráðharraumflyting.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 30. Jan 2024

47 Leygardagur 03. februar 2024

Finnland: Fyrrverandi forsætisráðharri vann fyrsta valumfarið

Alexander Stubb og Pekka Haavisto, sum fingu ávikavist 27,2 og 25,8 prosent av atkvøðunum, eru víðari til næsta valumfar, sum verður 11. februar

Pekka Haavisto og Alexander Stubb (Mynd: EPA)
SkrivaÐ:

Alda Nielsdóttir

Í gjár var forsetaval í Finnlandi, og greitt er, at fyrrverandi konservativi forsætisráðharrin, Alexander Stubb fekk flestar atkvøður.

Stubb, sum frammanundan var mettur sum favorittur, fekk 27,2 prosent av atkvøðunum, meðan nummar tvey, liberali Pekka Haavisto, fyrrverandi uttanríkismálaráðharri, fekk 25,8 prosent.

Valið er tó ikki avgjørt enn, tí eingin teirra megnaði at fáa í minsta lagi 50 prosent av atkvøðunum, og skulu Haavisto og Stubb tí luttaka í enn einum valumfari. Tað verður um tvær vikur, 11. februar, skrivar Ritzau.

Níggju valevni stillaðu upp til forsetavalið, men bert tvey tey fremstu sleppa víðari til næsta umfar.

Sauli Niinistö, sum hevur verið forseti síðan 2012, kann ikki stilla uppaftur, av tí at ein forseti bert kann sita tvey seksára skeið á rað. Nýggi forsetin verður tikin í eið 1. mars.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 29. Jan 2024

48 Leygardagur 03. februar 2024

Ukraina fær yvir 370 milliardir í stuðli frá ES

Hetta vórðu tey 27 limalondini skjótt samd um hósdagin - hóast nakað av mótsstøðu frá Viktor Orbán úr Ungarn. Hetta skal tryggja fíggjarligt støðufesti í Ukraina, meðan kríggið herjar

Forsetin í Ukraina, Volodymyr Zelenskyj, fegnast sum vera man um stóra fíggjarliga stuðulin. - Tað styrkir okkara fíggjarliga støðufesti (Mynd: EPA)
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

50 milliardir evrur. Tað svarar til 373 milliardir krónur. Hetta hava leiðararnir í teimum 27 limalondunum í ES í vikuni avgjørt at lata til Ukraina sum eitt slag av stuðli.

Hetta er innan fyri fíggjarætlanina, skrivar Charles Michel, forseti í evropeiska ráðnum. Hann og onnur í ES vísa á, hvussu umráðandi stuðulin er fyri Ukraina, ið vegna kríggið fer at vanta pengar skjótt.

Volodymyr Zelenskyj fegnast sum vera man um stóra fíggjarliga stuðulin.

- Tað styrkir okkara langtíðar fíggjarstøðu og okkara fíggjarliga støðufesti. Tað er ikki minni umráðandi enn hernaðarstuðul ella revsitiltøk móti Russlandi. Tað er ógvuliga umráðandi, at avgerðin verður tikin av leiðarunum í øllum teimum 27 ES-londunum. Tað undirstrikar aftur sterku semjuna í ES.

Forsetin í Ukraina skrivar hetta á X. Tað var annars heldur ivasamt, hvørja móttøku uppskotið fór at fáa frá Viktor Orbán. Forsetin í Ungarn hevði hótt við at nýta veto-rættin og vildi hava, at peningurin varð latin fyri bert eitt ár, men eftir bert ein tíma gav Orban seg.

Danska TV2 skrivar, at peningurin verður latin til Ukraina yvir fýra ár. Hann skal tryggja, at tað ber til at gjalda fyri at men rekur skúlar og sjúkrahús, meðan kríggið koyrir.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 01. februar 2024

49 Leygardagur 03. februar 2024

Japanskt mánafar stendur upp eftir enda

Mánalendingin 19. januar gekk ikki sum ætlað, men mánafarið Slim er so smátt vakt til lívs kortini

(Mynd: EPA)
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

19. januar gjørdist Japan tað fimta landi, sum megnaði at lenda eitt far á mánanum. Lendingin gekk tó ikki sum ætlað, og dagarnar eftir hoyrdist ikki nógv til hendingina.

Nú sær støðan eitt sindur betri út fyri mánafarið Slim, sum er byrjað at senda upplýsingar til jørðina um støðuna og umstøðurnar, har farið stendur.

Eitt av málunum hjá farinum var at seta seg við so storum neyvleika sum møguligt, hægst 100 metrar frá ætlaða staðnum. Tað eydnaðist.

Beint eftir lendingina varð staðfest, at sólkyknurnar ikki virkaðu, og tað kundi týtt uppá, at kyknurnar ikki vendu rættan veg. Uttan sólorku ber ikki til at løða battaríini á Slim, og tí vórðu flestu tólini á farinum sløkt fyri at spara upp á orkuna, skrivar finska kringvarpið, Yle.

Men nú eru nærri upplýsingar um sjálva lendingina fingnir til vega, og lendingin gekk ikki heilt sum ætlað.

Á nýggjum myndum sæst, at Slim ikki setti seg sum ætlað. Tað stendur upp eftir enda.

Myndirnar stava frá einum tólmenni, sum Slim hevur leysgivið. Tólmenni, sum eitur Sora-Q, og ikki er nógv størri enn ein tennisbóltur, hevur nú send myndir heim, sum vísa, hvussu Slim stendur á jørðini.

Rakettmotorarnir, sum skuldu stýra lendingini, virkaðu ikki sum teir skuldu, og hetta hevði við sær, at lendingin gjørdist heldur hørð. Eftir øllum at døma eru skaðarnir ikki so stórir, men undarliga støðan, sum Slim stendur í hevur við sær, at sólkyknurnar ikki virkaðu sum ætlað.

Okkurt bendir nú kortini á, at tað er eydnast at vekja mánafarið so mikið, at tað lutvíst virkar, skrivar Yle. 

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 30. Jan 2024

50 Leygardagur 03. februar 2024

Kina er nú størst innan bilútflutning

Hevur yvirhálað Japan samanlagt - í fjør útflutti Kina umleið fimm milliónir bilar. Japanska Toyota er tó framvegis heimsins størsti bilframleiðari

Kina satsar nógv uppá elbilar, og har er BYD fremst. Merki selur nú betri á hesum økinum enn amerikanska Tesla, skrivar NTB
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

Kina hevur nú yvirhálað Japan, ið leingi hevur havt heiðurin at verða størst í heiminum innan bilútflutning.

Hetta vísa nýggjastu almennu sølutølini. Tað skrivar millum annað norska NRK.

Kina kom upp ímóti fimm milliónum seldum bilum (4,9) sambært almennu tølunum hjá bilframleiðarunum. Tollvaldið í Kina metti tað tó vera uppaftur hægri, 5,22 milliónir. Hetta er ein øking á 57 prosent.

Japan er nakað undir hesum tølunum. Tó er japanska Toyota framvegis fremst í heiminum sum einstakur bilframleiðari. Hetta kemst millum annað av, at felagið hevur framleiðslu í nógvum ymiskum longum.

Kina satsar nógv uppá elbilar, og har er BYD fremst. Merkið selur nú betri á hesum økinum enn amerikanska Tesla, skrivar NTB


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 31. Jan 2024

51 Leygardagur 03. februar 2024

Nokia farið í søguna

Síðst í 90unum og fyrst í 00unum vóru Nokiatelefonirnar allastaðni. Nú er liðugt

Nokia 3310 var sera væl umtókt tá í tíðini. Nokia átti helvtina av marknaðinum í 2007
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Nokia er søga. Felagið, sum eigur navnið, HMD Global, boðar frá, at tey gevast við Nokia.

Síðst í 90unum og fyrst í 00unum vóru tær allastaðni, finsku Nokia telefonirnar. Nokia var í harðari kapping við Sony Ericsson átti stóran part av marknaðinum, men kláraði ikki at fylgja við, tá Apple og aðrir spælarar komu við snildtelefonunum.

Nokia seldi rættindi til telefonmerkið til HMD Global í 2016, og síðan hevur verið roynt at gjørt bíligar telefonfonir, sum minna um væl umtóktu telefonirnar.

Ein av teimum var telefon við navninum 3310 frá 2017, sum var ein eftirgerð av stórseljaranum frá 2000. Tað hevur ikki eydnast, og nú er avgerð altso tikin um, at tað ikki vera gjørdar fleiri Nokia-telefonir.

Nokia átti 50 prosent av telefonmarknaðinum í 2007. Longu í 2013 átti Nokia bara trý prosent av marknaðinum.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 02. februar 2024

52
Leygardagur 03. februar 2024

Heimsins størsta ferðamannaskip farið í sigling

Icon of the Seas er 365 metrar langt og hevur kømur til 7.600 ferðafólk

 
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Icon of the Seas, heimsins størsta ferðamannaskip, er farið á sína jomfrúferð úr Miami, Florida.

Henda fyrsta ferðin er í eina viku í Karibisku oyggjunum.

Umborð á 365 metrar langa skipinum ber væl til at fáa dagarnar at ganga. Á teimum 20 dekkunum umborð eru 40 matstovur, barrir og salongir umframt sjey svimjihylar og seks vatnrussjibanar.

[object Object]

Icon of the Seas hevur kømur til 7.600 ferðafólk. Arbeiðið at smíða skipið byrjaði í juni 2021. Kostnaðurin er 12 milliardir krónur.

Her sæst filmur av skipinum


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 28. Jan 2024

53 Leygardagur 03. februar 2024

Vatn og vindur nærum 100 prosent av streymframleiðsluni

Ein sunnumorgun við nógvum og áhaldandi regni og vindi gav SEV nærum 100 prosent grøna orkuframleiðslu. Í Suðuroyni stóð varandi orkan fyri 100 prosentum

 
SkrivaÐ:

Jan Müller

Tað var væntandi, at grøna orkuframleiðslan hjá SEV fór at vaksa, nú bæði regn og vindur hava herjað kring landið. Men hvør skuldi trúð, at hetta heilt tók oljuna av ræði!

Sunnumorgunin vístu tølini á heimasíðuni hjá SEV fyri alt landið, at vindorkan stóð fyri 50,1 prosent og vatnorkan 46,6 prosent av samlaðu streymframleiðsluni. Oljan stóð fyri 1,7 prosentum og biogassorkan stóð fyri 1,6 prosentum. Sólorkan stóð væl skiljandi fyri 0 prosenti. 

Hyggja vit aftur eftir hagtølunum á middegi henda dagin, so broyttist myndin nakað. Tá stóð vatnorkan fyri 63,2 prosentum og vindurin fyri 23,3. Tá varð oljuparturin øktur til 12,1 prosent.

Taka vit so Suðuroynna, so vístu hagtølini á middegi, at  vatn og vindur stóðu  fyri 100 prosentum av streymframleiðsluni. Vatn 79,9 og vindur 20,1 prosent.  

[object Object]

[object Object]

[object Object]

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 28. Jan 2024

54 Leygardagur 03. februar 2024

2023 metár fyri grøna elorkuframleiðslu

Ongantíð fyrr hava vit framleitt og brúkt so nógva elorku í Føroyum. Árið 2023 hevði hægsta eftirspurning eftir elorku nakrantíð, og mánaðirnir november og desember settu met í mun til eftirspurning eftir elorku. Fyri árið var vøksturin 5,4 prosent í mun til árið fyri

 
SkrivaÐ:

Jan Müller

Elframleiðslan kom upp á 457,6 GWt, tað er ein vøkstur á 5,43 prosent. 230 GWt av hesum vóru grøn orka, og tað er met. Gamla metið varð sett í 2022, tá grøna elframleiðslan røkk 226 GWt.

Býtið var 50,3 prosent grøn orka, og 49,7 prosent termisk orka.

Framleiðslan úr olju var 228 GWt í 2023, sum er 9,8 prosent ella 21 GWt fleiri enn í 2022, men tó munandi minni enn í 2021, har termiska orkan var 262 GWt.

Býtið millum ymisku orkukeldurnar var soleiðis: olja smá 50 prosent, vindorka góð 27 prosent, vatnorka 22 prosent, biogass, sólorka og sjóvarfalsorka tilsamans 1 prosent.

[object Object]

Soleiðis sá myndin út týsmorgunin fyri orkuframleiðslu hjá SEV


Suðuroy

Hyggja vit at Suðuroynni fyri seg kom samlaða elframleiðslan úr grønum orkukeldum upp á 19,5 GWt, sum er ein vøkstur á góð 12 prosent í mun til í fjør, og hetta var 55 prosent av samlaðu elframleiðsluni.

Vindorkan stóð fyri góðum 42 prosentum, vatnorkan 12 prosent, olja 45 prosent og sólorkan kom upp á eitt hálvt prosent av samlaðu framleiðsluni.

Týsmorgunin stóð vindorka fyri 100 prosentum av elframleiðsluni í Suðri. 

[object Object]

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 30. Jan 2024

55 Leygardagur 03. februar 2024

Norski Oljugrunnurin setti met í 2023

Vinningurin var upp á 2.222 milliardir krónur ella 16,1 prosent

 
SkrivaÐ:

Jan Müller

Samlaða marknaðarvirðið á grunninum varð uppá 15.764,8 milliardir krónur við ársenda í fjør.

Grunnurin hevði eitt nógv betri úrslit enn árið fyri segði leiðarin Nicolai Tangen á tíðindafundi í vikuni. Serstaliga vóru tað partabrøvini, sum góvu grunninum vind í seglini við einum úrsliti uppá 21,3 prosent.

Avkastið av rentuíløgunum var 6,1 prosent, meðan íløgurnar í ognir góvu eitt minus uppá 12,4 prosent. Úrtøkan frá undirstøðukervi fyri varandi orku var 3,7 prosent.

Samanlagt hevði Oljugrunnurin eitt avkast, vinning uppá 16,1 prosent ella 2.222 milliardir. Hetta er tað hægsta hjá grunninum nakrantíð.

Hóast høga inflatión og geopolitiskt órógv, var partabrævamarknaðurin sera sterkur í 2023, eftir eitt veikt ár í 2022. Serstakliga vóru tað partabørv í tøknifyritøkur, sum høvdu ein sera høgan vinning sigur Tangen.

[object Object]

Í 2022 hevði grunnurin eitt negativt avkast uppá 14,4 prosent svarandi til eina virðisminking uppá 1.637 milliardir krónur. Kortini var ein veikur krónukursur og methøgar inntøkur frá oljuvirksemi við til at geva grunninum ein vøkstur uppá 200 milliónir krónur.

Móti endanum av 2023 vóru 70,9 prosent av øllum íløgum í Oljugrunninum partabrøv í 8.859 fyritøkum í 65 londum. Marknaðarvirðið á grunninum móti endanum av 2022 vár 12.429 milliardir krónur, og í løtuni er tað 16.200 milliardir krónur.

Framvegis fara størstu íløgurnar í tøknifyritøkur og hækkaðu hesar við meira enn 50 prosent í fjør fyrst og fremst orsakað framgongdini í vitlíki (AI). Her liggur Microsoft á odda, og móti endanum av 2023  átti grunnurin virðið uppá 358,4 milliardir har. Sostætt hevur Microsoft lagt seg frammanfyri Apple við Oljugrunninum sum størsta íleggjara. 

Keldur: e24.no, Norges Bank Investment Management (NBIM) 

[object Object]
[object Object]

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 31. Jan 2024

56 Leygardagur 03. februar 2024

Norski orkurisin Equinor vitjaði føroyskar fyritøkur

Í sambandi við vitjan av leiðandi fólki hjá orkufelagnum Equinor fingu fleiri føroyskar fyritøkur høvi til at vísa fram sínar vørur og tænastur

Umboð fyri norska orkufelagið Equinor siga farvæl til ein kavaklæddan høvuðsstað og fara heimaftur av teirra fyrstu Føroya-vitjan, væl nøgd við móttøkuna á kunnandi fundi og vitjan til fleiri føroyskar veitarafyritøkur. Fv. Jákup Øregaard, Arne Gürtner, David Cairn og Lucinda Layfield (Mynd: Jan Müller)
SkrivaÐ:

Jan Müller

Nú um dagarnar fingu Føroyar forkunnuga vitjan. Talan var um leiðandi fólk frá norska orkufelagnum Equinor (fyrrv. Statoil), ið høvdu tikið av innbjóðan frá FOÍB (Føroya Orkuídnaðarbólkur) og Sjóvinnufelagnum. Endamálið við vitjanini var at kunna Equinor um Føroyar og føroyska veitaravinnu, nú grønt ljós er givið til eina stóra útbygging av olju- og gasskelduni Rosebank nær við føroyska markið.

Nú talan er um eina útbygging, sum liggur nærri Føroyum enn nøkur útbygging áður, verður hildið, at Føroyar kunnu bjóða seg fram at veita vørur og tænastur til Rosebank verkætlanina komandi mongu árini. Rosebank liggur einans 6 fjóðringar frá føroyska markinum.

[object Object]

Í tráð við vinnupolitikkin hjá bæði undanfarnum og núverandi landsstýri um at gera Føroyar til ein tilfeingisdepil í Norðuratlantshavi, varð farið undir at kanna møguleikan fyri at fáa orkufeløg, sum hava funnið olju og gass í stórum nøgdum skamt frá markinum, at vitja í Føroyum og her við egnum eygum síggja, hvat føroyskar fyritøkur eins og havnir og myndugleikar hava at bjóða fram til menning av virkseminum á Atlantsmótinum (økið millum Føroyar og Hetland). 

FOÍB og Sjóvinnufelag draga eina línu

FOÍB, sum í fleiri ár hevur ment sítt netverk í útlandinum, hevur verið atlimur í tí stóra bretska orkuvinnufelagsskapinum “Offshore Energies UK”, OEUK, har eisini norska Equinor er limur eins og Arne Gürtner, stjóri í Equinor er nevndarlimur í hesum stórorkufelagnum.

Í fjør fekk FOÍB høvi til at støkka inn á gólvið á høvuðsskrivstovuni hjá  Equinor í Aberdeen og hitti har stjóran Arne Gürtner, ið hevur ábyrgdina av stóru Rosebank útbyggingini við markið. 

[object Object]Louis Wilson frá FOÍB á fundi við stjóran í Equinor í Bretlandi, Arne Gürtner og Jákup Øregaard, boristjóra í Equinor. Eli Lassen, stjóri í Atlantic Supply Base í Runavík var við á fundinum og kunnaði m.a. um leitingina við Føroyar. Eli er eisini næstformaður í Sjóvinnufelagnum (Mynd: Jan Müller)

Eftir stutta kunning um Føroyar og veitaraumhvørvið her var hann straks sinnaður at taka av innbjóðing at koma til Føroya, sum hann ikki hevur vitjað áður. Hann hevði tá júst verið á vitjan í Hetlandi fyri har at síggja, hvørjar tænastur veitarafyritøkur har kunnu bjóða fram. Tí kendi hann tað sum eina náttúrliga uppfylging eisini at síggja og hoyra, hvat enn eitt oyggjaland í Norðuratlantshavi, nærhendis komandi Rosebank keldu, hevur at bjóða fram av tænastum.

Fyri Sjóvinnufelagið í Vinnuhúsinum varð hetta eisini ein upplagdur møguleiki og uppgáva, nú tess limir nettupp eru teir, ið bjóða fram vørur og tænastur til eitt nú sjó- og offshorevinnuna. Nakað hesir eisini hava drúgvar royndir við frá tíðini, tá oljufeløg leitaðu í føroyskum øki. Tað var tí ein skilagóð og nærliggjandi samanseting hjá hesum báðum feløgunum at standa fyri og skipa fyri vitjanini.

[object Object]Frá væleydnaða kunningartiltakinum á Hilton. 

Jan Müller, stjóri í FOÍB sigur í eini viðmerking til vitjanina, at royndirnar hjá FOÍB, tá felagið hevur luttikið á ráðstevnum og messum í útlandinum fyri bæði at kunna um leiting og veitingarvinnu, hava verið, at fólk og fyritøkur sum heild kenna sera lítið til Føroyar og hvat vit kunnu og hava at bjóða fram. Tí hevur besta svarið til hetta verið at fáa fólk henda vegin. Og vitjanin av Equinor er eitt gott dømi í so máta.

[object Object]Mouritz Mohr, formaður í Sjóvinnufelagnum, sum sær stórar møguleikar fyri samvinnu millum føroyskar veitarar og útlendsk vinnufeløg 

Eisini fyri Sjóvinnufelagið er vitjanin sera kærkomin. Formaðurin Mouritz Mohr fegnast um, at tað eydnaðist at fáa Equinor henda vegin og vónar, at hetta bara er byrjanin til nakað meiri og størri. Hann er eisini sera væl nøgdur við stóru undirtøkuna á kunnandi fundinum í Havn herfyri, har meira enn 100 fólk frá 50 fyritøkum úr øllum landinum eins og umboð fyri myndugleikar og politikarar møttu at hoyra um Rosebank og Equinor.

Á fundinum hevði Richard Mortensen frá Mest eina sera áhugaverda framløgu um føroyska veitaraumhvørvið eins og Louis Wilson frá FOÍB kunnaði um upprunan til vitjanina eins og samstarvið við Sjóvinnufelagið. Frá Equinor høvdu Arne Gürtner og Jákup Øregaard framløgur um Rosebank eins og annað virksemi hjá felagnum. 

Umframt stóra kunningarfundin í snotuligu og rúmligu ráðstevnuhølunum á Hotel Hilton Garden Inn, vitjaðu Equinor umboðini eisini sjey ymiskar veitarafyritøkur á Føroya-ferðini, allar fyritøkur, sum áður og ella framhaldandi veita tænastur til offshorevinnuna.

Hesir stovnar og fyritøkur vórðu vitjaðar: Sev, Jarðfeingi, Løgtingið, Føroya Tele, PM Heilsøla, MEST, Atlantic Airways, Skansi Offshore, Atlantic Supply Base, Runavíkar havn og Atlantic Supply Base.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 27. Jan 2024

57 Leygardagur 03. februar 2024

Tilnevningar ÍtróttaVENJARIN 2023

Ein badmintonvenjari, ein róðrarvenjari og ein venjari í frælsum ítróttum eru í uppskoti í ár

 
SkrivaÐ:

Innsent

Ein av teimum sjey heiðurslønunum, sum skulu latatast á ÍtróttaFAGNAÐINUM er ÍtróttaVENJARIN 2023.

Í uppskoti til hendan heiður eru Wong Fai Yin í Havnar Badmintonfelag, Heri Ziska í Hvirluni og Sarita Kristina Hansen í KÍF Kappróður

[object Object]Wong Fai Yin nr. 2 frá høgru sum partur av vinnandi badmintonliðinum á oyggjaleikunum í fjør (Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

Wong Fai Yin, Havnar Badmintonfelag

Eingin ivi er um, at Wong Fai Yin er ein vælumtóktur venjari. Tað sæst á bíðilistunum hjá Havnar Badmintonfelag, sum bara leingjast. Wong hevur megnað at skapt ein serligan áhuga fyri badmintonítróttini í Føroyum við sínum fjølbroyttu og stuttligu venjingum. Hann tekur sín ítrótt í álvara, og málið er, at allir leikarar skulu læra og mennast.

Wong arbeiðir miðvíst við bæði breiddar- og úrvalsleikarum í øllum aldri. Hann dugir at síggja ymsu leikararnar og motivera teir – og menningin er eyðsýnd bæði kropsliga og mentalt. Hann lærir tey at grunda yvir venjing, avrik og framtíð – og hevur eitt nú eggjað teimum til at skriva ítróttadagbók.

Hann er ein góð fyrimynd, bæði tá um góða venjing og heilsugóðan lívsstíl ræður, men eisini tá tað kemur til týdningin av góðum samanhaldi. Eitt nú skipar Wong fyri hugna eftir kappingar og tá ið kappingarárið endar.

Wong leggur somuleiðis dent á at læra nýggjar venjarar upp. Síðani byrjan, hevur hann havt spælarar afturat sær sum hjálparvenjarar, so hesir seinni kunnu átaka sær at venja onnur. Við hesum leggur hann lunnar undir framhaldandi menning.

Wong hevur eisini verið hjálparlandsliðsvenjari, og tað er eyðsýnt, at hann hevur styrkt og ment nógvar ungar spælarar. Úrslitini síggjast, nú fleiri standa seg væl í donsku A- og meistararekkjuni – og enntá í eliturekkjuni. Wong eigur eisini sín stóra part í gullinum, sum Føroyar vunnu á Oyggjaleikum í 2023.

Fyri sítt stóra arbeiði og sína áhaldandi positivu ávirkan á badminton í Føroyum verður Wong Fai Yin tilnevndur heiðurin sum ÍtróttaVENJARIN 2023.

[object Object]Heri (Savnsmynd)

Heri Ziska, Hvirla

Ímyndin av frælsum ítróttum í Føroyum man helst vera Heri Ziska. Hann íðkaði kastiítrótt í nógv ár og vann hópatals heiðursmerki á høgum støði. Samstundis setti hann seg tó eisini inn í allar hinar greinarnar í frælsum ítróttum og fór at læra frá sær.

Framvegis er hann venjari í Hvirluni – og alt sítt stóra arbeiðið ger hann sjálvboðin. Sama hvussu veðrið skikkar sær, sæst Heri á Tórsbreyt, har hann ótroyttiliga hevur vant, kveikt og motiverað óteljandi frælsar íðkarar.

Heri er nærlagdur, og leggur sjáldsama nógva orku í venjaraleiklutin. Hann dugir væl at møta teimum ungu, har tey eru, og menna tey haðani. Hann virðir, at íðkararnir eru ymiskir, og leggur dent á, at tey skulu at venja tað, hugurin stendur til. Tey sleppa at mennast í friði, og eru tey betri enn seinast, ja, so hava tey vunnið, hóast tey ikki sleppa upp á sigurspallin.

Av tí, at Heri kennir allar greinarnar í frælsum ítróttum, eru venjingarnar fjølbroyttar og áhugaverdar.

Fær ein íðkari skaða, dugir hann væl at leggja venjingina til rættis, so at kroppurin styrknar aftur.

Hóast Heri er knýttur at Hvirluni sum venjari, er hann eisini instruktørur hjá øðrum venjarum og ger soleiðis sítt til at seta við. Hann er gávumildur við sínum royndum, síni vitan og mongu hugskotunum um, hvussu vit í Føroyum frameftir kunnu styrkja frælsa ítróttin. Hann er altíð klárur, tá ið heitt verður á hann, og sunnumorgnar sæst hann mangan sjálvur venja í kastiringinum.

Fyri sítt nærlagdni, ídni og sín ótroyttiliga venjaragerning frælsum ítrótti at frama verður Heri Ziska tilnevndur sum ÍtróttaVENJARIN 2023.

[object Object]
Sarita Kristina Hansen, her sum róðurskvinna á Kjósini (Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

Sarita Kristina Hansen, KÍF Kappróður

Sarita Kristina Hansen er ein av stóru ímyndunum í føroyskum kappróðri. Frá barnsbeini hevur hon verið virkin í kappróðrinum í Miðvági, og seinnu árini eisini í inniróðri, har hon millum annað fleiri ferðir er vorðin heimsmeistari.

Samstundis, sum Sarita hevur róð sjálv, hevur hon eisini vant aðrar rógvarar. Hon hevur lagt venjingarætlanir og lagt lag á. Av tí, at hon sjálv hevur verið virkin á stórt sæð øllum økjum innan kappróðurin, veit hon alt, sum vert er at vita. Og stórlætin letur hon sínar drúgvu royndir koma øðrum rógvarum til góðar.

Hon veit júst, hvussu hon skal stimbra og menna tey ungu – bæði ítróttaliga og menniskjansliga – so at tey geva alt, fyri røkka settu málunum. Hon dugir at seta teimum hóskandi mál og síðani støðugt at hjálpa teimum at gerast betri. Hon er ómetaliga íðin og engagerað.

Kortini kemur ítróttagleðin fremst, og sum venjari leggur Sarita dent á at menna eitt umhvørvi, har samanhald og gleði við ítróttinum eru í miðdeplinum.

Tá ið nýggjur landsliðsvenjari skuldi setast hjá føroysku rógvarunum í 2022, var tað ikki óvæntað Saritu, boð vóru eftir. Hon hevur vant ungu rógvararnir í U17, sum kappast um DM-heitið, og vaksnu rógvararnar frá U-19, sum kappast í EM og HM. Úrslitini hava verið sera góð. Í altjóða høpi teljast føroyskir rógvarar millum heimsins bestu, og Sarita eigur heilt víst ein part av æruni fyri tað.

Fyri ta stóru orku og drúgvu tíð, sum hon hevur lagt í at venja føroyskar rógvarar, verður Sarita Kristina Hansen tilnevnd til ÍtróttaVENJARIN 2023.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 01. februar 2024

58 Leygardagur 03. februar 2024

Ítróttastjørnuskotið: Ungir úrmælingar innstillaðir

Tey, sum eru innstillað til heiðurin ÍtróttaSTJØRNUSKOTIÐ 2023 eru Jónas Gunnleivson Isaksen, U19 hondbóltslandsliðið hjá monnum, og Rakel Brattalíð Tindskarð

 
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Ungi rennarin úr Bragdinum, Jónas Gunnleivson Isaksen, hondbóltsúrmælingarnir á U19 landsliðnum hjá monnum og stórtalentið innan reiðítróttin, Rakel Brattalíð Tindskarð, eru tey trý innstillaðu til heiðurin ÍtróttaSTJØRNUSKOTIÐ 2023.

Heiðurin verður latin einum ungum ítróttafólki ella liði, sum hevur skarað framúr í undanfarna ári. ÍtróttaSTJØRNUSKOTIÐ er ein av teimum sjey heiðurslønunum, ið verða latnar á ÍtróttaFAGNAÐINUM, sum verður í Løkshøll, leygarkvøldið 10. februar 2023.

[object Object]

Jónas Gunnleivsson Isaksen

Kappingin á styttru renniteinunum á oyggjaleikunum er hørð, og Føroyar hava sjáldan havt nakran møguleika. Men á Guernsey í summar bragdaði. Føroyski hópurin var sterkur, og Jónas rann frá allari mótstøðu og vann gull bæði í 200 m og 400 m renning. Hann setti oyggjaleikamet á 400 m og sannlíkt eisini á 200 m, har tað tó miseydnaðist at taka tíðina.

Longu ein mánað seinni megnaði Jónas - bara 17 ára gamal - at gerast Evropameistari fyri U20 við tíðini 45,86 sek. Tíðin var skjótari enn danska U20 metið og samstundis nýtt norðurlendskt juniormet.

Jónas Gunnleivsson Isaksen hevur víst, at hann hevur fysikkin, evnini og stríðsviljan at vinna á hægsta stigi. Spennandi verður at fylgja menningini hjá hesum unglinginum, sum ikki bert hevur tikið føroyska, men eisini altjóða frælsa ítróttarheimin á bóli.

Fyri síni serligu evni og framúr góðu úrslit í altjóða kappingum verður Jónas Gunnleivsson Isaksen tilnevndur til ÍtróttaSTJØRNUSKOTIÐ 2023.

[object Object]

Rakel Brattalíð Tindskarð

Í 2023 vann Rakel Brattalíð Tindskarð sær av álvara altjóða gjøgnumbrot innan reiðítrótt, tá hon kappaðist altjóða í greinini T1 fyri ung (U21) á hestinum Silas Wom Worstwald. Úrslitini vóru sera góð – og tað eru evnini hjá Rakel eisini.

Fyrsta stóra altjóða kappingin var sonevnda "Icehorse" í Herning í apríl. Rakel og Silas gjørdu bart og vunnu greitt. Í juli luttóku tey í DM, har tey aftur vunnu gull og vundu burturúr allari mótstøðu.

Síðani gekk leiðin til HM. HM í gonguløgum er sera stór kapping, har heili 17 lond luttóku í ár. Umframt Norðurlond og Týskland, ið altíð hava breiðar og dugnaligar hópar við til HM, vóru eisini stór lond sum USA, Stóra Bretland og Italia við til kappingina.

Hóast hetta var teirra fyrsta roynd í HM, megnaðu Rakel og Silas at ríða seg til silvur í finaluni fyri ung.

Hetta var fyrsta føroyska HM-heiðursmerkið í gonguløgum nakrantíð. Sostatt eiga Føroyar nú bæði danmarksmeistara, norðurlendskan meistara og HM-silvurvinnaran í gonguløgum.

Fyri síni góðu evni, sítt óvanliga áræði og síni sera góðu altjóða úrslit verður Rakel Brattalíð Tindskarð tilnevnd til ÍtróttaSTJØRNUSKOTIÐ 2023

[object Object]

U19 landsliðið í hondbólti hjá monnum

Hóast leikararnir á U19 eru ungir, sýna teir dygdir á øllum økjum á vøllinum og spæla sera væl saman sum eitt lið.

Í summar var liðið til HM í Kroatia, har teir gjørdust nummar átta. Millum annað vunnu teir móti Saudiarabia og stóru hondbóltstjóðunum Týsklandi og Svøríki, áðrenn teir máttu lúta við bara einum máli í fjórðingsfinaluni.

Liðið sýnir ein skjótan og framfýsnan spælstíl, viljin er óboyggiligur og vinnaraandin er eyðsýndur. Hondbóltsevnini eru framúr, og hóast Føroyar ikki hava drúgva siðvenju í altjóða kappingum á hægsta stigi, so tykjast ungu menninir púra óræddir - sama hvør mótstøðan er. Teir vilja vinna.

Avrik og úrslit hjá U19 liðnum í 2023 hava hartil tryggjað teimum eitt fimtapláss á styrkilistanum hjá evropeisku hondbóltssamgonguni, EHF.

Nógvir teirra spæla longu yrkishondbólt úti í heimi, og nógvir eru eisini avgerandi leikarar á A-landsliðnum. Til EM í Berlin spældu ungu garparnir væl upp ímóti vaksnu mótstøðuni.

Fyri evni, ágrýtni og ótrúligan vinnaravilja verður U-19 landsliðið í hondbólti hjá monnum tilnevnt til ÍtróttaSTJØRNUSKOTIÐ 2023.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 29. Jan 2024

59 Leygardagur 03. februar 2024

Fýra eru tilnevnd til ÍtróttaSÓLSTRÁLUNA 2023

Tey tilnevndu eru Gyða B. Djónadóttir og Jóhanna Østerø úr hondbóltfelagnum Neistin, Ári Fríðason Jensen frá Borðtennisfelagnum TÓR og Gunnvá Fríða Bárðardóttir Nielsen úr VÍF og Vestmannaliðnum hjá Havnar Fimleikafelag.

Ársins Sólstrála er ein ungur persónur - 20 ár ella yngri, ið m.a stimbrar undir rørslu og ítróttagleði og sum leggur lunnar undir tann góða felagsskapin. Hetta gera Ári, Gunnvá, Jóhanna og Gyða
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Í Føroyum íðka nógvir ungligar ítrótt og fleiri av teimum hava eisini stóra ábyrgd í feløgunum, har tey hava ymiskar uppgávur, sum eru av alstórum týdningi fyri felagið.

Ársins Sólstrála er ein ungur persónur - 20 ár ella yngri, ið m.a stimbrar undir rørslu og ítróttagleði og sum leggur lunnar undir tann góða felagsskapin.

ÍtróttaSÓLSTRÁLAN 2023 er ein av teimum 7 heiðurslønunum, ið verða latnar á ÍtróttaFAGNAÐINUM, sum verður í Løkshøll leygarkvøldið 10. februar 2024.

Gyða B. Djónadóttir og Johanna Østerø úr Neistanum
Gyða og Johanna eru liðfelagar og spæla hondbólt við gentum 14 ár í Neistanum.
Tær eru glaðar, tá tær koma í høllina, møta væl upp og skapa gott samanhald í hópinum. Serliga duga tær væl at taka ímóti yngru gentunum á liðnum og at fáa allar at kenna seg væl.

Seinastu tvey kappingarárini hava Gyða og Johanna, sum eru 13 ára gamlar, verið hjálparvenjarar hjá gentunum, sum nú eru 9-10 ár. Tað er eyðsýnt, at genturnar eru sera glaðar fyri sínar hjálparvenjarar, og tær tíma enn betur at venja, tá tær eru har. Gyða og Johanna duga væl at rósa gentunum og fáa tær at kenna seg væl.

Gyða og Johanna eru eisini skjótar at hjálpa, tá tørvur er fólki við dómaraborð, at døma ella at hjálpa í kantinuni. Altíð við einum smíli.

Samanumtikið eru Gyða og Johanna tvær sólstálur, sum eru fyrimyndir fyri
okkum øll í felagskapinum – bæði yngru genturnar, liðfelagar sínar og ikki minst okkum vaksnu.

Fyri teirra jaliga hugburð og hjálpsemi verða Gyðja Djónadóttir og Johanna Østerø tilnevndar til ÍtróttaSÓLSTRÁLAN 2023

Ári Fríðason Jensen úr Borðtennisfelagnum Tór
Hóast hann bert er 19 ára gamal, er Ári Fríðason Jensen longu ein av ímyndunum av
borðtennisfelagnum TÓR í Tórshavn.

Á fyrimyndarligan og búnan hátt hevur tann tikið við ábyrgdini sum ungdómsvenjari í borðtennisfelagnum Tór, og hann loysir venjarauppgávuna til UG. Við sínum spakføra og jaliga lyndi hugtekur hann ungu leikararnar, samstundis sum hann kortini megnar at vísa myndugleika sum venjari.

Ári er ein savnandi persónur, ið hevur góðar pedagogiskar og menniskjaligar dygdir. Hann dugir at fáa øll at kenna seg væl, er ábyrgdarfullur og altíð til reiðar at veita eina hjálpandi hond, tá ið okkurt er.

Á ítróttaliga økinum er Ári eisini ein fyrimynd fyri ungar borðtennisleikarar í Føroyum. Hann er evnaríkur og íðin - og telist longu millum okkara bestu borðtennisleikarar. Eitt nú var hann við føroyska A-landsliðnum á oyggjaleikum á Guernsey summarið 2023.

Fyri sína savnandi megi og sítt jaliga lyndi verður Ári Fríðason Jensen tilnevndur til ÍtróttaSÓLSTRÁLAN 2023

Gunnvá Fríða Bárðardóttir Nielsen, VÍF og HF
Gunnvá Fríða Bárðardóttir Nielsen er ein sonn fyrimynd fyri ungdómin í Vestmanna. Hon er jalig, savnandi og full av orku.

Gunnvá er 18 ára gomul og spælir bæði á besta liðnum, 1. deild og Gentur 18 hjá VÍF. Við sínum
lætta lyndi og vinnaravilja hevur hon góða ávirkan á liðið, og hon gevst ikki, fyrr enn liðugt er.

Stóra orka hennara smittar liðfelagarnar - eisini uttanfyri vøllin, har hon altíð er klár við einari hjálpandi hond, tá ið tiltøk, kappingar og dystir eru. Hon dømir, bakar, selur, riggar til og av - og stendur vakt.

Sama jaliga lyndi vísir seg í fimleikinum, har hon íðkar við Vestmannaliðnum hjá Havnar Fimleikarafelag. Har er hon venjari, ber Merkið og hevur í fleiri ár staðið fyri eitt nú tónleikinum til framsýningar.

Eisini uttan fyri ítróttin skapar Gunnvá trivnað og gott lag. Í skúlanum skipar hon fyri trivnaðartiltøkum í fríkorterinum fyri at fáa øll við, og hon samskipar tiltøk, tá pengar skulu savnast inn til námsferð.

Alt í alt er Gunnvá ein eldsál, sum dugir at síggja, nær og hvussu hon kann hjálpa. Hon ger tað, hon verður biðin um – og meiri afturat – altíð við einum smíli. 

Fyri sína stóru, smittandi orku og sína drívmegi innan ítrótt og trivnað verður Gunnvá Bárðardóttir Nielsen tilnevnd til ÍtróttaSÓLSTRÁLAN 2023.

ÍtróttaSÓLSTRÁLAN 2023 er ein av teimum 7 heiðurslønunum, ið verða latnar á ÍtróttaFAGNAÐINUM, sum verður í Løkshøll leygarkvøldið 10. februar 2024.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 30. Jan 2024

60 Leygardagur 03. februar 2024

HM-undankapping: Norðurmakedonia á skránni í mai

Føroyar fingu eitt á pappírinum heilt gott lutakast til play-off dystirnar, sum verða avgerandi fyri plássið í HM-endaspælinum. Byrjað verður við heimadysti 8. ella 9. mai - spælt verður í Skopje tríggjar dagar seinni

Norðurmakedonia kann ikki roknast at vera á sama stigi sum eitt nú Poland, ið Føroyar spældu ímóti í EM-endaspælinum (Mynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

Nú er greitt, hvørjum Føroyar skulu spæla ímóti í HM-undankappingini í mai. Talan verður um tveir play-off dystir, ið avgera, hvørt Føroyar koma við til HM-endaspælið í 2025 ella ikki.

Tað er altíð ilt at meta um slíkt áðrenn, men tað sær út til, at Føroyar fingu eitt dreymalutakast. Sambært serkønum og úrslitum seinastu árini, so var Norðurmakedonia helst best møguliga lutakastið, nú Føroyar ikki vóru styrkismettar.

Tað var eisini landið, sum kom úr pottinum tá lutakast var leygardagin. Sum Peter Bredsdorff-Larsen segði í samrøðu við Portalin, so fer tað at verða ein trupul uppgáva líkamikið hvat. Tó er eingin ivi um, at Føroyar hava betri møguleika móti Norðurmakedonia, enn um man hevði spælt móti til dømis Spania, Íslandi ella Ungarn.

[object Object]
Norðurmakedonia kann ikki roknast at vera á sama stigi sum eitt nú Poland, ið Føroyar spældu ímóti í EM-endaspælinum (Mynd: Sverri Egholm)

Fyrri dysturin verður á heimavølli - tann seinni á útivølli. Tann fyrri verður mikudagin 8. mai ella hósdagin 9. mai á Hálsi. Tann seinni verður leygardagin 11. mai ella sunnudagin 12 mai (tríggir dagar vera ímillum dystirnar) Samanlagdi vinnarin skal spæla í HM-endaspælinum í januar 2025.



Greinin varð fyrstu ferð løgd út 27. Jan 2024

61 Leygardagur 03. februar 2024

Gott og torført: Landsliðsvenjarin setur orð á lutakastið

- Tað verður trupult at avgera tað í Norðurmakedonia. Vit vera tó væl fyrireikaðir, og hetta er motiverandi at vera partur av, sigur Peter Bredsdorff-Larsen um HM-uppgávuna í mai

 - Av øllum møguleikunum so er greitt, at tað vóru mótsstøðulið, ið sóu uppaftur sterkari út enn hetta. Vit kundu gott peika á fleiri onnur lond, sum vóru í hesum pottinum, sum vit helst vildu sleppa undan. Hetta staðfestir royndi danski venjarin (Mynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

- Av øllum møguleikunum so er greitt, at tað vóru mótsstøðulið, ið síggja uppaftur sterkari út enn hetta. Vit kundu gott peika á fleiri onnur lond, sum vóru í hesum pottinum, sum vit helst vildu sleppa undan.

Soleiðis sigur Peter Bredsdorff-Larsen í viðtalu við Portalin viðvíkjandi HM-lutakastinum. Leygardagin gjørdist greitt, at Føroyar skulu spæla móti Norðurmakedonia í play-off umfarinum í mai.

Teir báðir dystirnir avgera, hvat av liðunum kemur til HM-endaspælið næsta ár. Breið semja var um áðrenn, at Norðurmakedonia var millum bestu møguleikarnar fyri Føroyar í lutakastinum - helst var tað júst liðið, ið føroyingar allarhelst skuldu ynskja sær at møta.

Kundu hitta eitt av hesum 11: Slovenia, Ungarn, Portugal, Eysturríki, Ísland, Niðurlond, Spania, Montenegro, Kekkia, Poland og Norðurmakedonia.

Soleiðis varð, og Føroyar sluppu undan millum annað Spania, Ungarn og Íslandi. Peter Bredsdorff-Larsen viðgongur, at hetta var eitt "ok lutakast" fyri Føroyar, men landsliðsvenjarin slær tó fast, at talan verður um eina torføra serliga uppgáva - serliga í seinna dystinum á útivølli:

- Øll liðini í pottinum eru ógvuliga sterk, og Norðurmakedonia hevur nógva altjóða góðsku á liðnum. Nú fingu vit heimavøll fyrst, og tað er heilt víst, at tað verður trupult at avgera tað í Norðurmakedonia, har áskoðararnir eisini eru væl við.

- Nú skulu tit fyrireika tykkum nærri upp á mótsstøðuliðið, men hvat áleið fara Føroyar at møta?

- Tað eru nógvir sterkir spælarar og millum annað ein tungur strikuspælari. Tað er við legenduni Kiril Lazarov sum venjara. Vit skulu syrgja fyri at vera heilt væl fyrireikaðir til uppgávuna og til at royna at skaka Norðurmakedonia í mai.

Royndi danin var í 2012 við til at vinna á dramatiskan hátt á júst Lazarov og makedonum í lykladysti í EM-endaspælinum. Hetta var lyklasigur hjá dønum, sum vunnu hetta EM-endaspælið. Tá var Peter Bredsdorff-Larsen hjálparvenjari - nú leggur høvuðsvenjarin hjá Føroyum dent á, hvussu langt man er komin:

- Tað í øllum førum fantastiskt, at vit sum Føroyar eru tveir dystir frá einum møguligum HM-endaspølið. Tíðin er farin frá slíkum innleiðandi dystunum, sum vit til dømis spældu fyri tveimum árum síðani, og tað skyldast úrslitunum. Tað er hugtakandi og motiverandi at vera partur av, sigur venjarin at enda. 


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 27. Jan 2024

62 Leygardagur 03. februar 2024

Frakland fór avstað við evropameistaraheitinum

Longd leiktíð skuldu til fyri at koppa dønum. Eins og fyri tíggju árum síðani var Frakland omaná í EM-finalu móti Danmark, og Nikola Karabatic fekk sítt fjórða EM-gull

Frakleningar fegnast sum vera man um EM-gull. Teir vunnu á Danmark í OL-finaluni í 2021, í fjør vóru danir omaná í HM-finaluni, men nú koppaði tað aftur hinvegin eftir intensa finalu (Mynd: EPA)
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

Í fjør vann Danmark HM-finaluna móti Fraklandi - sunnudagin løntu fraklendingar dønum ósigurin í Stokkhólmi aftur. Eins og fyri tíggju árum síðani, tá hesi liðini seinast spældu EM-finalu, vann Frakland, og eins og HM-finaluni landanna millum í 2011 var tað eftir longda leiktíð.

Ætlanin hjá Nikolaj Jacobsen og hansara monnum var annars at seta seg tyngri á heimshondbóltin. Danmark hevur vunnið trý tey seinastu HM-endaspølini, men hevur undir hesum venjaranum higartil tapt tvær EM-hálvfinalur og nú eina finalu eisini, so tað er ikki gloppið enn.

Danir kundu iðra seg um, at teir ikki vóru á odda við steðginum í Köln. Emil Nielsen tók pippið frá fronsku skjúttunum í løtum og hevði 11 bjargingar. Um danir ikki høvdu havt óvanliga nógvar tekniskar villur og heilt opin skot, sum vórðu brend, so hevði Danmark verið á odda við fleiri málum eftir fyrra hálvleik. 

[object Object]
Emil Nielsen spældi sína fyrstu finalu fyri Danmark. Hann fekk fyrstu 54 minuttirnar og hevði 15 bjargingar

[object Object]
Mathias Gidsel var flúgvandi serliga í løtum í 2. hálvleiki og skoraði átta mál uppá átta skot (Mynd: EPA)

Danir byrjaðu betri eftir steðgin, og Frakland hevði stórar trupulleikar við at spæla seg til møguleikar. Tað eydnaðist tó allatíðina at halda sambandið, og eftir at Nedim Remili og Elohim Prandi komu inn í baketuna aftur, fekk Frakland álopsspælið betri at sita.

Serliga var tað tunga krosspælið mitt fyri, ið gav dønum trupulleikar restina av dystunum, men eisini innspøl til besta strikuspælaran í kappingini Ludovic Fabregas.

[object Object]
Ludovic Fabregas gav dønum trupulleikum í báðum endum av vøllinum og gjørdist toppskjútti fyri Frakland við sjey málum (Mynd: EPA)

[object Object]
Mikkel Hansen, Danmark

Nógv stóð á hjá báðum liðum í einum dysti, ið var meira merktur av inntensiteti, fysikki og tí at støðga mótsstøðuliðnum enn flottum hondbóltsspæli. Sum útgangspunkt var hetta til fyrimuns fyri Frakland, og serliga tá færri bjargingar komu í danska málinum, og tá Nikolaj Jacobsen valdi at spæla við Michael Damgaard í fleiri álopinum.

Nógv umráðandi mál frá Mikkel Hansen (nógv brotskøst), Simon Pytlick og serliga Mathias Gidsel hildu tó fyrimunin hjá dønum, og tá ein minuttir var eftir, var tað +1 til heimsmeistararnir, sum høvdu bóltin. Tað fór tó út í einki, Frakland gjørdi skjótt av og javnaði, og so gjørdu danir ov seint av.

27-27 og eftir fyrstu fimm minuttirnar í longdu leiktíðini stóð eisini á jøvnum. Fraklendingar byrjaðu við bóltinum í 2. hálvleiki, og so kom Dika Mem veruliga í gongd við at skora tvey mál - síni fyrstu í finaluni. Danmark spilti tvey álop (Bellachene bjargaði skoti frá Mikkel Hansen, og Gidel blakaði bóltin burtur). Hetta var for nógv móti fraklendingunum, ið spældu skilagott, og málið hjá Prandi til +2 móti Landin í síðsta minutti avgjørdi í roynd og veru finaluna.

Fjórða EM-gullið hjá frakleningum og tað fjórða hjá Nikola Karabatic - tann sjeyndi spælarin í søguni sum hevur megnað hetta. Hetta var seinasti EM-dysturin hjá legendariska franska bakkinum, ið endar sína landsliðstíð til OL í Paris, har Frakland fer at royna at endurvinna OL. 

[object Object]
Nikola Karabatic spældi ikki nakran serliga stóran leiklut í sínari seinastu EM-finalu, har Mikkel Hansen eisini fór frammum hann á samanlagda søguliga EM-toppskjúttalistanum. Hetta leggur Karabatic tó helst einki serligt í: 39-ára gamli bakkurin var við at vinna stóru kappingina fyri fjórðu ferð (Mynd: EPA)

[object Object]
Myndir: EPA


EM 2024 - finalan:

Sunnudagin 28. januar í Lanxess Arena (Köln)
Danmark - Frakland 31-33 eftir longda leiktíð - 27-27 eftir vanliga leiktíð

Toppskjúttar: Mikkel Hansen 9 (6), Mathias Gidsel 8/8, Ludovic Fabregas 8

Bronsudysturin:
Týskland - Svøríki 31-34 (12-18) 

[object Object]
Jóhan á Plógv Hansen í HM-finaluni í fjør. Havnarmaðurin var ein av teimum í danska hópinum, sum ikki stóð á dómaraseðlanum í finaluni (Mynd: EPA)

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 28. Jan 2024

63 Leygardagur 03. februar 2024

Skulu spæla týðandi undankappingardystir móti Luksemborg

Føroysku kvinnurnar vitja í Luksemborg síðst í februar og taka ímóti sama liðið í Høllini á Hálsi 3. mars. Atgongumerki til heimadystin eru nú til sølu

Turið Arge Sameulsen í dystinum móti Íslandi í oktober. Skjótt skulu Føroyar royna seg móti Luksemborg (Mynd: Jens Kr. Vang)
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

Føroyska kvinnulandsliðið í hondbólti byrjaðu undankappingina í oktober við tapum móti Svøríki og Íslandi. Føroyska liðið var væl í fyrra hálvleiki í Svøríki og á odda í steðginum á heimavølli í Íslandi, umframt at tað, leikaði javnt á til heilt ímóti endanum.

Talan er um eitt í høvuðsheitinum ungt lið, men málið er at veruliga spæla við um pláss til EM-endaspælið, ið verður í desember. 

Hetta letur seg enn gera, og Føroyar hava góðan møguleika at fáa stig um mánaðarskifti. Tveir dystir eru á skránni móti Luksemborg, sum er lægst styrkismett í bólkinum. Luksemborg hevur tapt stórt móti Svøríki og Íslandi, og nú skulu Føroyar royna at fáa stig móti teimum.

Tað er helst eitt krav at vinna hesar báðar dystirnar fyri at hava góðan møguleika at koma víðari. Nummar eitt og tvey í bólkinum koma beinleiðis víðari til EM. Fýra teir bestu av teimum átta trý'arunum í undankappingini koma eisini við.

Støðan í bólki 7 eftir at øll liðini hava spælt tveir dystir er, at Svøríki og Ísland hava 4 stig, meðan Føroyar og Luksemburg onki stig hava.

Fyrri dysturin verður í Luksemborg mikudagin 28. februar klokkan 17.45. Sunnudagin 3. mars klokkan 17 taka Føroyar ímóti Luksemborg í Høllini á Hálsi. 

[object Object]
Føroyar mistu tamarhaldið á dystinum móti Íslandi seinastu løtuna, men annars spældu okkara fult upp ímóti (Mynd: Jens Kr. Vang)

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 01. februar 2024

64 Leygardagur 03. februar 2024

StÍF fingið danskan styrk

25-ára gamla Emma Skovmand spælir á høgra bakki og hevur ymiskar royndir úr Danmark

Emma Skovmand og Egi G. Danielsen, sum er formaður í StÍF (Mynd: StÍF)
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

Besta kvinnuliðið hjá StÍF hevur fingið ein nýggjan leikara, sum fer at spæla við liðnum restina av hesum kappingarárinum.

Talan er um Emmu Skovmand. Emma er 25 ára gomul og spælir á høgri bakkur. Harvið fær StÍF ein spæla afturat til bakketuna, har millum annað Natasja Hammer eisini er. Landsliðsspælarin varð kosin besti spælarin í SMS-deildini í desember.

StÍF skrivar, at nýggi spælarin hevur spælt við HF Sønderborg, Sønderjyske Ungdom, Sønderjyske og IK Skovbakken.

- Emma er spent at spæla við Stíf og at geva sítt íkast til hondbóltin og trivnaðin í felagnum.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 01. februar 2024

65 Leygardagur 03. februar 2024

Jóhanna skal spæla CL-fjórðingsfinalu

18-ára gamla hoyvíkskvinnan hevði fót við í málinum hjá Häcken í Madrid. Jóhanna Fossdalsá Sørensen byrjaði inni í fýra av teimum seks dystunum í bólkaspælinum

Jóhanna Fossdalsá Sørensen spældi 75 minuttir fyri svenska felagið í sigrinum á Real Madrid. Her sæst unga hoyvíkskvinnan verja bóltin (Mynd: EPA)
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

Jóhanna Fossdalsá Sørensen skifti í summar til táverandi svensku meistararnir BK Häcken. Liðið vann sær stutt seinni rættin at spæla í bólkaspælinum í Champions League - sum eitt av 16 liðum - og seinastu mánaðirnar hevur 18-ára gamla hoyvíkskvinnan verið føst í byrjanaruppstillingini í stóru kappingini.

Hon hevur millum annað verið við til at fáa stig móti Chelsea á Stamford Bridge, og í týsdagin kundi BK Häcken spæla seg víðari við at vinna í Madrid. Útiliðið skoraði eisini einsamalla málið á Alfredo di Stefano-leikvøllinum móti mæta Real Madrid.

Jóhanna skapti stóran møguleika eftir 17 minuttir við góðari alvering í dýbdina. Áleyparin tók ikki av, men í 62. minutti fekk svenska liðið fríspark inni á hálvuni hjá Real Madrid. Jóhanna Sørensen tók stutt við sínum vinstra beini, og nøkur sekund seinni lá bólturin í málinum eftir innlegg og stútara.

[object Object]Jóhanna í nærdysti í Madrid (Mynd: EPA)

[object Object]
Stórur fagnaður á teimum á svenska liðnum (Mynd: EPA)

Útiliðið helt fast. Man hevði enda nummar tvey kortini, tí Chelsea vann í París, men enn ein flottur sigur hjá svenska liðnum - felagið er víðari til fjórðingsfinalurnar í kappingini fyri fyrstu ferð í 11 ár.

Jóhanna Fossdalsá Sørensen spældi 75 minuttir í sigrinum, og hevur hon higartil fingið eina rúgvu av góðum royndum í Champions League. Jóhanna hevur fingið sín fótbóltsvøkstur í HB og í Danmark. Higartil hevur hon umboðað donsk ungdómslandslið.

Í næstu viku fæst greiða á um Jóhanna og Häcken skulu spæla ímóti Barcelona, Lyon ella PSG.

Í vikuni gjørdi KvF eitt portrett av Jóhannu Fossdalsá Sørensen. Innslagið sæst her

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 31. Jan 2024

66 Leygardagur 03. februar 2024

Jákup heldur fram í KÍ

Ein møguleiki var fyri, at KÍ-liðskiparin fór uttanlands at royna seg. Men nú er avgerðin tikin um, at klaksvíkingurin verður verandi í barndómsfelagnum

(Mynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Jákup Biskopstø Andreasen fer ongan veg.

Søgurnar fóru í fjør at ganga um, at Jákup Biskopstø Andreasen møguliga fór at skifta felag, men nú er avgerð tikin um, at 25 ára gamli miðvallarin verður verandi í Klaksvík.

[object Object](Mynd: Sverri Egholm)

Jákup Biskopstø Andreasen sigur við Norðlýsið, at áhugin uttanlands hevur verið stórur og at onkur stór feløg hava víst áhuga. Men persónlig viðurskifti við skúla og at hann skal vera pápi í mars gera, at tað passar best at halda fram í KÍ, sigur hann.

KÍ er í løtuni á venjingarlegu í Portugal. Landskappingin byrjar vikuskiftið 9. og 10. mars tá KÍ tekur ímóti ÍF í Djúpumýru.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 29. Jan 2024

67 Leygardagur 03. februar 2024

HB fær helst tveir U21-landsliðsspælarar í hópin

Miðverjin Elias Rusborg og málverjin Rasmus Nilsson hava higartil bert spælt í donskum fótbólti men enda nú mest sannlíkt í HB

Elias Rusborg (nummar 4) fegnast her saman við Áka Samuelsen og hinum U21-liðfeløgunum eftir eitt mál í Klaksvík. Elias spældi fast á U21-landsliðnum í fjør og verður nú helst fast liðfelagi við Áka - hann hevur vant við og spælt venjingardystir við HB í januar (Mynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

HB skal hava styrk til hetta kappingarárið, og nú tykist tað ógvuliga sannlíkt, at tveir føroyskir U21-landsliðsspælarar, sum eru uppvaksinir í Danmark, fara at spæla við HB í 2024.

21-ára gamli Elias Rusborg fekk í fjør nýggjan sáttmála við Hvidovre. Miðverjin hevur vant við besta liðnum hjá Superligu-felagnum í eina tíð og hevur annars spælt á eyka- og ungdómsliðum í felagnum. Elias er skrásettur fyri átta U21-landsdystir og spældi allar í 2023 frá byrjan. 

Síðstu tíðina hevur Elias Rusborg vant við HB og er eisini byrjaður inni í teimum báðum venjingardystunum hjá HB higartil. Sum skilst eru góð sannlíkindi fyri, at  ein leigusáttmáli verður gjørdur millum HB og Hvidovre.

[object Object]
Elias Rusborg í verjustøðu móti Andorra í U21-landsdysti (Mynd: Sverri Egholm)

Rasmus Nilsson hevur eisini spælt fyri ungdómslið hjá Hvidovre. Síðsta summar skifti málverjin til Frem, men Portalurin skilir, at hann nú fer at royna seg í føroyskum fótbólti á fyrsta sinni.

21-ára gamli málverjin hevur verið partur av føroyska U21-landsliðnum seinastu árini men hevur higartil bert sitið á bonkinum. Bjarti Vitalis Mørk hevur skift til grannarnar B36 í vetur, so HB tørvar ein málverja afturat Teiti Matras Gestsson. Nógv bendir á, at tað verður ungi Rasmus Nilsson, sum er skrásettur fyri ein dyst í donsku steypakappingini.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 31. Jan 2024

68 Leygardagur 03. februar 2024

Bergur verður aftur á vøllinum fyri Víking

29-ára gamli vinstri bakkurin fór til skips seinasta summar, men nú hevur Bergur Gregersen funnið gaggurnar framaftur. Tað er eisini endaliga greitt, at Finnur Justinussen og Andreas Lava Olsen halda fram

Bergur Gregersen hevur spælt beint yvir 100 dystir í Betrideildini við barndómsfelagnum. 29-ára gamli vinstri bakkurin var við at vinna steypakappingina í 2022 (Mynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

Víkingarnir hava vant hart og leingi í vetur - síðani stutt eftir at kappingin í 2023 var av. Ein av teimum, sum er lagdur afturat hópinum í vetur, er gøtumaðurin Bergur Gregersen.

Hann er ein gamal kenningur í Sarpugerði. Bergur hevur sambært Faroesoccer spælt 102 dystir í Betrideildini - allar fyri barndómsfelagið. Vinstri bakkurin var aftur í bestu deildini í 2019 eftir ein steðg frá heilt seriøsum fótbólti, og síðani hevur Bergur Gregersen spælt nógv á vinstra bakki hjá Víkingi.

Vinstrabeinti verjuspælarin við teknisku dygdunum spældi allar 90 minuttirnar í steypafinalusigrinum á KÍ í 2022, og sama ár var Bergur eisini við til at spæla liðið víðari í Conference League.

Eftir tey fyrstu 14 umførini í fjør fór Bergur Gregersen til skips, og Ingi Jonhardsson tók yvir sum fastur vinstri bakkur. Bergur hevur nú vant við aftur og spælt í venjingardystunum í januar, har Víkingur hevur víst seg væl fram. Nú hevur hann skrivað undir tvey-ára sáttmála.

[object Object]
Andreas Lava Olsen er ein annar, ið hevur gjørt sáttmála við Víking (Mynd: Sverri Egholm)

Tað vóru tríggir royndir leikarar, sum í gjárkvøldið settu sína undirskrift á í Sarpugerði. Víkingur skrivar, at Bergur, Lava og Finnur hava allir gjørt nýggjan sáttmálan við Víking.

Finnur Justinussen hevur eisini skrivað undir tvey-ára sáttmála. 34-ára gamli áleyparin hevur spælt nærum 300 dystir fyri besta liðið hjá GÍ/Víkingi
Gøtumaðurin hevur havt ein heilt álvarsaman skaða, umframt ymiskar snuddir seinastu árini, men er ein málrevur, sum hevur 100 mál í Betrideildini.

Jørgen Nielsen er lagdur afturat hópinum hjá Víkingi, men Jóhan Petur Poulsen er helst fegin um at hava Finn Justinussen og Andreas Lava Olsen at ráða yvir enn. Lava hevur verið nógv darvaður av skaða seinastu árini og spældi bert átta dystir fyri besta liðið í fjør. 36-ára gamli leirvíkingurin kann tó geva øllum verjum høvuðbrýggj, og hevur, eins og Finnur Justinussen, nógv gullheiðursmerki og nógvar royndir. Lava hevur gjørt nýggjan eitt-ára sáttmála við Víking.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 31. Jan 2024

69 Leygardagur 03. februar 2024

Hannes verður verandi í hvítum

Skjóti álopskendi spælarin verður 25 ár í næstum, og fer skjótt undir sítt níggjunda kappingarár í hvítu B36-troyggjuni. Hannes Agnarsson hevur spælt yvir 150 dystir fyri besta liðið hjá B36

Hannes Agnarsson fegnast saman við liðfeløgum eftir sítt mál í Conference League í fjør (Mynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

Tað hevur verið eitt sindur av ivamáli, um Hannes Agnarsson fór at halda fram at spæla. Hann hevur ikki spælt við í venjingardystunum hjá B36 higartil, men nú er endaliga greitt, at kviki vongurin eisini verður at síggja í Betrideildini og barndómsfelagnum hetta kappingarárið.

Hannes verður enn sum áður eisini í hvítum í 2024. Hesum boðaði B36 frá í vikuni.

- Hannes Agnarsson verður eisini eitt av hóttandi álopsvápnunum hjá Dan Brimsvík í ár. Hannes hevur skrivað undir sáttmála við B36 fyri kappingarárið 2024.
Ágrýtni og kviki álopsspælarin hevur bara umboðað barndómsfelagið í føroyskum fótbólti. Hann hevur higartil spælt 155 dystir og skotið 24 mál fyri besta mansliðið. Hann er eisini skrásettur fyri fimm landsdystir fyri Føroyar.

Eitt stutt skifti spældi Hannes Agnarsson fyri HIK í Danmark. B36 skrivar, at Hannes verður 25 ár í næstum og fer skjótt undir sítt níggjunda kappingarár í hvítu troyggjuni

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 31. Jan 2024

70 Leygardagur 03. februar 2024

NSÍ gjørt sáttmála við svenskan miðvallara

26-ára gamli Konrad Gustafsson kemur úr triðbestu deildini í Svøríki. Hann verður lýstur sum ein sterkur verjukendur miðvallari, ið eisini hevur nógvar dygdir við bóltinum

Høvuðsvenjarin hjá NSÍ, Jens Wedeborg, lýsir nýggja spælara sum ein nærlagdan leikara, sum kemur at styrkja hópin og sum hevur eitt høgt stig til hvørja venjing - her sæst Konrad Gustafsson saman við formanninum, Karstin Joensen (Mynd: nsi.fo)
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

Í vikuni kunngjørdi NSÍ, at Konrad Gustafsson hevur skrivað undir sáttmála við felagið. 

26-ára gamli sviin kemur úr triðbestu deildini í Svøríki, har hann hevur umboðað Örebro og Syrianska IF.

NSÍ skrivar, at Konrad hevur vant við felagnum í eina viku, og at partarnir nú eru samdir um eina avtalu, soleiðis at Konrad fer at umboða NSÍ í 2024.

Høvuðsvenjarin hjá NSÍ, Jens Wedeborg, lýsir nýggja spælaran sum ein nærlagdan leikara, ið hevur eitt høgt stig til hvørja venjing. Hann skal styrkja NSÍ-hópin.

- Konrad er ein miðvallari, ið hevur sína styrki í verjuspælinum, har hann er sterkur í nærdystum. Hann hevur eitt gott yvirblikk í spælinum og so er hann fysiskt væl fyri. Í álopsspælinum er Konrad sterkur á bóltinum, og hann er góður bæði í smáspælinum og til tær langu avleveringarnar

NSÍ er aftur í Betrideildini, og Klæmint Andrasson Olsen er aftur í barndómsfelagnum. Liðið er eisini styrknað við Jasper van der Heyden, og tveir útlendskir miðverjar eru lagdir afturat.

Í løtuni venur Petur Knudsen við og hevur eisini spælt venjignardystir við NSÍ. Sum skilst er rímiliga góðir møguleiki fyri, at hann spælir við barndómsfelagnum í 2024.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 30. Jan 2024

71 Leygardagur 03. februar 2024

Jóhann Hansson Joensen til B68

Havnarmaðurin fekk sítt gjøgnumbrot í EB/Streymi, og 22-ára gamli vongurin spældi í fjør 22 dystir fyri 07 Vestur

B68 hevur í dag kunngjørt sín nýggjasta leikara. Jóhann Hansson Joensen hevur vant við á Svangaskarði í seinastuni (Mynd: B68)
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

B68 hevur í vikuni kunngjørt nýggjan álopskendan spælara til hópin. Talan er um 22-ára gamla Jóhann Hansson Joensen.

Hann fekk sín fótbóltsuppvøkstur í HB og á fótbóltsakademii í Sønderjyske. Seinastu tannáringaárini var Jóhann í B36, har skjóti ungi maðurin fekk sínar fyrstu dystir í Betrideildini.

Í seinnu hálvu í 2021 var Jóhann Hansson leigaður til EB/Streym, har hann skjótt fekk álit. Á vetri 2022 gjørdist talan um sáttmála millum partarnar, og Jóhann spældi, sambært FaroeSoccer, í øllum dystunum hjá EB/Streymi hetta árið, har tað gekst væl.

[object Object]
Jóhann í U19-landsdysti móti Fraklandi. Hann er skrásettur fyri 13 U-landsdystir fyri Føroyar (Mynd: Sverri Egholm)

Á vetri í fjør skifti vongurin til 07 Vestur. Nakrir skaðar órógvaðu árið hjá Jóhann, ið tó spældi samanlagt 22 dystir fyri liðið, sum endaði nummar fimm í Betrideildini og sum kom í hálvfinaluna í steypakappingini.

Annað finaluliðið var B68, og nú hevur felagið av Svangaskarði fingið fatur á Jóhann Hansson Joensen. Hann hevur vant við B68 í seinastuni, og 22-ára gamli álopskendi spælarin spældi við í venjingardysti móti júst 07 Vestur síðsta vikuskifti.

B68 hevur mist Samba og Dabo, men Brian Jakobsen er komin í hópin, og í síðstu viku varð alment, at Sebastian Lau Nielsen hevur longt. Helst er Jóhann seinasti nýggi spælarin í B68-hópinum. Samanlagt hevur hann spælt 65 dystir og skorað 6 al í Betrideildini. 

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 30. Jan 2024

72 Leygardagur 03. februar 2024

Bretskur álopsleikari til 07 Vestur

Benni Smales-Braithwaite hevur spælt fyri Southampton og Manchester City sum yngri. 07 Vestur leigar 21-ára gamla bretan og danska Mads Christiansen úr Vendsyssel

- Benni hevur havt ein spennandi fótbóltsuppvøkstur. Hann byrjaði hjá Manchester City og fór síðani til Southampton. Tað er eisini í Southampton, at hann hevur spælt flestu dystirnar. Hann hevur spælt 25 dystir í U18 Premier League og 16 dystir í Premier League 2 fyri Southampton
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

07 Vestur hevur gjørt leiguavtalu við Vendsyssel um tveir ungar spælarar. Hesum hevur felagið boðað frá innan seinasta samdøgrið.

Annar hevur eitt spennandi CV. Talan er um 21 gamla bretan Benni Smales-Braithwaite. 

- Benni hevur havt ein sera spennandi fótbóltsuppvøkstur. Hann byrjaði hjá Manchester City og fór síðani til Southampton. Tað er eisini í Southampton, at hann hevur spælt flestu dystirnar. Hann hevur spælt 25 dystir í U18 Premier League og 16 dystir í Premier League 2 fyri Southampton. Hann hevur eisini verið partur av U15 og U16 landsliðshópinum hjá Onglandi.

Álopskendi spælarin hevur harvið spælt eitt sindur í eykadeildini hjá Premier League. Hann varð eisini leiðagur út til nøkur lægri feløg í Onglandi, har hann millum annað spældi nakrar dystir í League 2 (fjórðbestu deildini).

Í fjør skifti Braithwaite til Vendsyssel í næstbestu donsku deildini. Har hevur hann spælt 11 dystir, og nú hevur 07 Vestur leigað 21-ára gamla bretan.

[object Object]
Teir báðir ið 07 Vestur fer at leiga úr Vendsyssel (Mynd: Vendsyssel)

Benni kemur til landið hósdagin og byrjar at venja saman við hópinum hjá Steffen Landro og Tór-Ingari Akselsen. Við honum kemur Mads Christiansen. Ungi danin hevur spælt ungdómsfótbólt í Randers og hevur ikki heilt fingið sítt gjøgnumbrot í Vendsyssel enn:

- Mads er 20 ára gamal, og hevur spælt á miðjuni og í miðverjuni. Hann hevur mestu royndirnar úr U19 fótbólti. Mads verður av Vendsyssel lýstur sum ein spælari sum dugir væl at lesa spælið og hevur eitt høgt støði við bóltinum, skrivar 07 Vestur.

Harvið er ungi danin meira til verjukenda partin. Benni Smales-Braithwaite legst afturat álopskenda partinum, sum 07 Vestur nú hevur fingið fýra útlendskar spælarar inn til at styrkja.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 31. Jan 2024

73 Leygardagur 03. februar 2024

07 Vestur hevur funnið enn ein áleypara

25-ára Emil Grønn Pedersen hevur spælt í næstbestu og triðbestu norsku deildini. Norðmaðurin hevur longu roynt seg í venjingardysti fyri 07 Vestur

Seinnu árini hevur Emil Pedersen verið knýttur at Start í Noregi. Hann spældi fýra dystir fyri felagið í næstbestu norsku deildini í fjør, men hevur annars leigaður út til onnur feløg (Mynd: 07vestur.fo)
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

- Nýggjasti leikari okkara er Emil Grønn Pedersen, sum vit hava leigað hetta kappingarárið. 25 ára gamli áleyparin kom til landið leygarmorgunin. Hann spældi við í fyrra hálvleiki í venjingardystinum móti B68. Soleiðis skrivar 07 Vestur á heimasíðu sínari.

Emil Pedersen byrjaði við at brenna brotsspark. Hann er annars ein av teimum, ið skal skora málini fyri 07 Vestur.

Seinnu árini hevur Emil verið knýttur at Start í Noregi. Hann spældi fýra dystir fyri felagið í næstbestu norsku deildini í fjør, men hevur annars leigaður út til onnur norsk feløg.

Áleyparin hevur samanlagt spælt 45 dystir í triðbestu deildini, og í 2022 skoraði hann 8 mál í 20 dystum fyri Fløy. Sambært Transfermarket hevur hann 12 dystir í næstbestu norsku deildini og 12 í norsku steypakappingini.

Sum heimasíðan hjá 07 Vestur skrivar, so kemur nýggi spælarin frá veruligari fótbóltsfamilju í Noreg.

- Emil kemur úr eini sera traditiónsríkari og aktivari fótbóltsfamilju. Pápi hansara, Steinar Pedersen, er kendur bæði sum fótbóltspælari og venjari. Abbin, Erik Ruthford Pedersen, er eisini fótbóltsvenjari. Teir fara sikkurt at fylgja væl við, nú Emil skal stríðast fyri 07 Vestur.

Álopskendu Uros Stojanov (ÍF) Jasper van der Heyden (NSÍ) og Jóhann Hansson Joensen (B68) eru allir burtur í mun til í fjør. 07 Vestur hevur tó fingið annan álopskendan styrk úr Noreg - Maxwell Effiom og Filip Brattbakk - og Oddur í Haraldsstovu Petersen, ið skoraði 7 mál í fjør, heldur fram.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 30. Jan 2024

74 Leygardagur 03. februar 2024

Hálvfinalurnar í Bónus-kappingini mannaðar

Flogbóltur: Seinastu bólkadystirnir í steypakappingini hjá monnum eru spældir

Fleyr
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

ÍF – Fleyr 0-3 (13-25, 22-25, 19-25)
Fleyr vann mánakvøldið lættan 3-0 sigur á ÍF í seinasta dystinum í bólkaspælinum í steypakappingini. Bert í øðrum setti var eitt vet av spenningi móti endanum, tá ÍF hevði bart seg upp á 22-23, men so vann Fleyr teir báðar næstu bóltarnar og settið 25-22.

ÍF – Mjølnir 0-3 (25-27, 22-25, 18-25)
ÍF spældi eisini sunnudagin; tá ímóti Mjølni, sum mátti stríðast fyri at vinna fyrsta settið og eisini annað, sum Mjølnir at enda vann 25-22, eftir at ÍF hevði fylgt við til 21-22. Í triðja setti var ongantíð spenningur.

SÍ – Ternan (25-19, 25-11, 25-20)
Í Sørvági staðfesti SÍ oddastøðuna í bólkinum við greiðum sigri á Ternuni. Ternan var á odda 9-8 í fyrsta setti, men eftir hetta fekk SÍ lítla mótstøðu.

Úrslitini hava við sær, at Fleyr gjørdist nr. 3 í bólkinum og skal tí møta nr. 2, sum er Mjølnir, í hálvfinaluni. ÍF skal sum nr. 4 møta fremsta liðnum, SÍ.

Hálvfinalurnar í Bónus-kappingini verða spældar í Badmintonhøllini í Klaksvík 10. februar. Sjálv steypafinalan verður í høllini á Hálsi í Havn 24. februar. 

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 30. Jan 2024

75 Leygardagur 03. februar 2024

Fleyr í hálvfinaluni í Bónus-kappingini efir sigur á TB

Bónus-kappingin, kvinnur: Í Havn spældu Fleyr og TB altavgerandi dyst í bólki 2, og í Klaksvík spældu Mjølnir og SÍ um fyrstaplássið í bólki 1

(Mynd: TB)
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Bónus-kappingin, kvinnur: Sunnudagin gjørdist greitt, hvør spældi seg í hálvfinalurnar í steypakappingini, og hvør skal møta hvørjum. Í Havn spældu Fleyr og TB altavgerandi dyst í bólki 2, og í Klaksvík spældu Mjølnir og SÍ um fyrstaplássið í bólki 1 – og harvið sleppa undan at møta Drátti í hálvfinaluni.

Bólkur 2:
Fleyr – TB 3-1 (25-16, 21-25, 25-17, 25-19)
Tað var ikki fyrr enn seint í fjórða setti, at avgerðin fall um, hvør vann seg í hálvfinaluna. TB legði seg á odda 7-1, men tapti síðan seks av teimum næstu sjey bóltunum, so Fleyr fekk minkað um munin niður í eitt stig og fór seinni framum 14-11, áðrenn TB javnaði til 15-15. TB helt tørn til støðuna 17-18 (til Fleyr), tá Fleyr vann fýra stig á rað og síðani settið 25-19, og so var Fleyr í hálvfinaluni.

TB hevði annars fingið betri byrjanina upp á dystin, men eftir 12-12 í fyrsta setti dró Fleyr frá og vann lættliga 25-16.

Fimm á rað frá 5-7 til 10-7 og onnur seks á rað frá 10-9 til 16-9 vóru grundarlagið undir sigrinum hjá TB í øðrum setti, men tað var kortini líka við, at settið var lorkað burtur, tá ið Fleyr kom afturíaftur og fór framum 20-18. Men so vann TB aftur sjey av næstu átta bóltunum og settið 25-21.

Í triðja setti fór Fleyr frá 1-3 til 7-3, og spenningur kom ongantíð í settið, sum Fleyr vann 25-17.

Bólkur 2:
Dráttur – KÍF 3-1 (25-16, 25-27, 25-23, 25-19)
Møguleikin hjá KÍF at spæla seg í hálvfinaluna var mest teoretiskur, og fyrsta treyt var at vinna 3-0 á oddaliðnum í bólkinum, Drátti. Tann vónin svann burtur í einki, tá Dráttur legði seg á odda 6-0 í fyrsta setti, sum Dráttur eisini vann 25-16 uttan himpr. Og so var bara eftir at spæla um heiðurin, nú hálvfinalan var rokin.

Og heiðurligt gjørdist tað hjá KÍF ímóti ósigraða Drátti, og frammanfyri 20-14 í øðrum setti tóktist tað at vera í pottinum, men Dráttur tók KÍF aftur og hevði enntá eisini tveir settbóltar, sum hvørgin tó var gagnnýttur, og so eydnaðist loksins KÍF at vinna settið 27-25.

KÍF var eisini á odda 14-11 í triðja setti, men níggju stig á rað til Drátt gjørdust dýr fyri KÍF, sum tó kom væl afturíaftur og minkaði um munin til 23-24, áðrenn Dráttur endiliga vann settið við triðja settbóltinum.

Í fjórða setti gjørdi Dráttur skjótt av og legði seg á odda 9-1, áðrenn settið varð vunnið 25-19.

Bólkur 1:
Mjølnir – SÍ 1-3 (25-17, 26-28, 18-25, 19-25)
Hóast bæði liðini longu høvdu vunnið seg í hálvfinalurnar, hevði úrslitið av dystinum alstóran týdning, tí taparin møtir Drátti í hálvfinaluni, og so er møguleikin at koma í sjálva finaluna tað minni.

Fyrsta sett vann heimaliðið lættliga eftir frálíka byrjan, har støðan gjørdist 5-0 og 8-2, áðrenn settið var vunnið 25-17. Mjølnir kom eisini í góða støðu í øðrum setti og fór framum 18-14, eftir annars at hava verið aftanfyri alt settið, onkuntíð við fimm stigum. Men so kom stígur í aftur, og SÍ javnaði til 19-19. Eftir hetta skiftust liðini um at vera á odda. Mjølnir fekk settbólt við støðuna 24-23, men gjørdi sær ikki dælt av honum. Ístaðin vann SÍ settið 28-26 við sínum triðja settbólti.

Triðja sett var javnt til 16-16, tá ið SÍ dró frá við fimm stigum á rað og vann settið 25-18.

Eisini fjórða settið var javnt langar løtur, og tá ið SÍ hevði hug at draga frá, svaraði Mjølnir aftur og minkaði um munin frá 14-20 til 18-20. SÍ menti seg tó aftur og vann 25-19.

Bólkur 1:
Fleyr B – Ternan 3-0 (25-17, 25-18, 25-13)
Hóast Ternan spælir í bestu deildini, var tað B-liðið hjá Fleyr, sum vann dystin so ruddiliga.

Hesi úrslitini geva hesar hálvfinalur, sum verða spældar í Badmintonhøllini í Klaksvík 10. februar:

Dráttur – Mjølnir
SÍ – Fleyr

Steypafinalan verður 24. februar í høllini á Hálsi í Havn.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 29. Jan 2024

76 Leygardagur 03. februar 2024

Rókur endurvaldur í evropeiska svimjisambandið

Rókur í Jákupsstovu var á aðalfundinum hjá European Aquatics afturvaldur sum nevndarlimur

Rókur í Jákupsstovu
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Til aðalfundin hjá europeiska svimjisambandinum, European Aquatics (fyrrverandi LEN), ið var í grikska høvuðsstaðnum Athen leygardagin, varð Rókur í Jákupsstovu afturvaldur sum nevndarlimur.

Hetta er onnur seta hjá Róki í Jákupsstovu, og sætið er til 2028.

Tað er umráðandi fyri norðurlond at hava síni umboð og stórt fyri Føroyar, at hava eina rødd, sigur Svimjisambandið.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 28. Jan 2024

77 Leygardagur 03. februar 2024

Føroysk bronsa í Reykjavík

Tveir judoleikarar og ein dómari hava umboðað Føroyar í Reykjavik International Games. Fríði Magnusson Carlsson vann bronsu

Kjartan Gray og Fríði Magnusson Carlsson (Mynd: Judo Føroyar)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Tveir føroyskir judoíðkarar og ein dómari hava umboðað Føroyar í ársins útgávu av RIG – Reykjavik International Games. Føroyar hava luttikið hvørt ár síðani 2013 í hesi kapping.

Í ár vóru tað Kjartan Gray og Fríði Magnusson Carlsson, ið luttóku í kappingini, og Jóan Petur Petersen var ein av dómarunum til kappingina.

Besta úrslitið fekk Fríði Magnusson Carlsson, sum megnaði at vinna bronsumerki. Fríði var í seminfialuni móti Magni Lauritsen úr Danmark. Har var Fríði so óheppin at fáa knæið á dananum í andlitið, soleiðis at hann beyt seg sjálvan í vørrina, sum bløddi illa, eins og hann fekk ein stoyt í kjálkan, sum eisini gav nógva pínu. Men eftir viðgerð helt hann fram í dystinum, men gjørdist eitt sindur ov varin, fyri ikki at fáa størri skaða, so hann tapti hendan dystin.

- Tað er ikki ósannlíkt, at um hann ikki fekk hendan skaðan, so kundi hann vunnið á dananum, sum seinni vann gull í kappingini, sigur Judo Føroyar.

Men Fríði fekk ein møguleika afturat móti bretanum Bobby King í kappingini um bronsuna. Eisini í hesum dystinum mátti Fríði fáa viðgerð, tí sárið í vørrini fór at bløða aftur, men hann kom afturíaftur. Eftir vanligu tíðina upp á 4 minuttir stóð á jøvnum, og farið var út í sokallað ”golden score”, har gingu 5 og ein hálvur minuttur til tað eydnaðist Fríða at kasta bretan, og harvið hevði Fríði vunnið bronsuna.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 28. Jan 2024

78 Leygardagur 03. februar 2024

Framvegis stórur spenningur

Dystirnir í sjeynda umfari í landskappingini í talvi sunnudagin broyttu heldur einki í oddastríðnum

Tað stendur framvegis púra fast í hørðu kappingini um steyp og heiðursmerki í landskappingini í talvi
SkrivaÐ:

Innsent

Dystirnir í sjeynda umfari í landskappingini í talvi sunnudagin broyttu heldur einki í oddastríðnum. Tað er framvegis eitt stig á muni millum Havnar Telvingarfelag og Sandavágs Talvfelag.

Oddaliðini telvaðu bæði á Finsen í Havn. Havnarmenn høvdu ímóti sær B-liðið hjá Klaksvíkar Talvfelag, sum farna vikuskiftið koppaði A-liði felagsins, og sandavágsmenn telvaðu móti B-liðnum hjá Havnini.

Oddaliðini vunnu bæði ruddiliga 3½-½. Spenningurin er tí enn hin sami, nú trý umfør eru eftir.

1. deild - 7. umfar (28. januar)
Havnin 1 - Klaksvík 2  3½ - ½
Helgi Dam Ziska - Haldur S. Johansen 1 - 0
Carl Eli Samuelsen - Wille Olsen ½ - ½
Luitjen A. Apol - Heðin Gregersen 1 - 0
Sjúrður Thorsteinsson - Finnbjørn Vang 1 - 0

Haldur Suni gav stórmeistaranum ógvuliga skarpan gang á 1. borði. Tað tóktist ríða um snarið, men tá ið mest sansaði at í svárari tíðarneyð, snýtti Helgi dygga mótstøðumannin, sum næstan hevði betur uppiborið. Eitt spennandi talv.

Carl Eli var ikki mentur at syfta Willa, sum allan vegin varðveitti javnvágina, eisini í endatalvi við finnu minni.

Luitjen Akselsson Apol telvaði sera væl og vann í stórum stíli. Heðin Gregersen hevur annars havt góð úrslit í seinastuni, og vann m.a. eina av grand prix kappingunum í vetur.

Sjúrður vann í eyðkendum lagi við góðari, posisjónellari telving í longum talvi á Finnbjørn Vang, sum sær sjálvum líkur treiskaðist leingi og væl og støðugt fann kreativar loysnir undir torførum umstøðum.

Eitt gott úrslit hjá oddaliðnum móti sterkum mótstøðuliði.

Havnin 2 - Sandavágur 1  ½ - 3½
Suni Merkistein - Rógvi Egilstoft 0 - 1
Margar Berg - Høgni Egilstoft Nielsen 0 - 1
Heiðrikur Jacobsen - Silas Eyðsteinsson ½ - ½
Øssur Joensen - Jón í Horni Nielsen 0 - 1

So vóru vágamenn aftur fullmannaðir. Rógvi Egilstoft var við aftur eftir at hava lopið ein dyst um. Brøðurnir Egilstoft vóru aftur eirndaleysir á ovaru borðunum. Best sum tú heldur, at nú valdar friður á borðinum, so er ein kreativ, taktisk finta eftir, sum avger talvið. Heiðrikur var hin einasti, sum helt tørn á havnarliðnum móti vælsmurdu maskinuni hjá føroyameistarunum.

Klaksvík 1 - Sandavágur 2   2 - 2
Ólavur Simonsen - Torkil Nielsen ½ - ½
Terji Petersen - Bernhard Augustinussen ½ - ½
Rani Baldursson - Jón Atlason ½ - ½
Rani Nolsøe - Ingi Wiberg ½ - ½

Breiddin hjá Sandavágs Talvfelag er av álvara farin at síggjast í fremstu deildini. Annað lið hjá vágamonnum, sum flutti upp í fjør, hevur so ruddiliga staðfest sína støðu sum eitt væl skikkað lið í bestu deildini.

Støðan í 1. deild (eftir 7 umfør)
Havnin I  23 stig
Sandavágur I 22
Klaksvík I 14½
Sandavágur II 11
Klaksvík II 7
Havnin II 6½

Kollfirðingar á uppflytingarkós
Alt bendir á, at Kollafjarðar Talvfelag flytur upp aftur í bestu deildina eftir eitt ár í 2. deild. Hendir tað, verður takið helst at styrkja seg nakað, so at teir ikki gerast eitt elevatorlið. 

Hans Kristian Simonsen og Árant Djurhuus telva væl, men meira krevst enn so, skalt tú standa teg í bestu deildini. Torbjørn Thomsen hevði munað væl, fingu teir vakt hann úr dúri. Men kanska er ungdómurin framtíðin hjá felagnum í Norðstreymoy við stoltu talvsiðvenjuni?

2. deild (7. umfar)
Havnin IV - Kollafjørður I  1½ - 2½
Havnin III - Kongshavn I  2 - 2
Klaksvík III - Kollafjørður II  1½ - 2½

Støðan í 2. deild
Kollafjørður I 18½
Kongshavn I 14½
Havnin III 13
Klaksvík III 13
Kollafjørður II 12½
Havnin IV 12½

Toftamenn suverenir
Toftamenn hava vunnið sær so høgliga leiðslu, at uppflytingin tykist teimum longu mest sum vís. 

Verri stendur til hjá Vestmanna Talvfelag, sum var háborgin fyri telving úti um landið tann tíð tað var. Tað er næstan syrgiligt at síggja henda gamla talvrisan í fríum falli - á veg niður í 4. deild. 

Gøtu Talvfelag er eisini dragnað, men har er nakað av ungdómstelving, sum kann geva teimum eina vón um bata í næstum.

3. deild (7. umfar)
Gøta - Vestmanna 2½ - 1½
Rókur I - Sandavágur IV  2½ - 1½
Sandavágur III - Toftir I  ½ - 3½

Støðan í 3. deild
Toftir  22 stig
Sandavágur III 15
Rókur I  15
Sandavágur IV  12
Gøta I  11
Vestmanna I  9

Stóru deildirnar
Í 4. deild eru liðini tíggju í alt, og í unglingadeildini níggju. Her telva liðini ein dyst hvørt móti øðrum.

4. deild (6. umfar)
Havnin V - Klaksvík V  3 - 1
Toftir II - Strendur I  ½ - 3½
Rókur II - Gøta II  2½ - 1½
Klaksvík IV - Kongshavn II  4 - 0
Suðuroy - Sandavágur V  (útsettur)

Støðan í 4. deild
Havnin  20
Klaksvík IV 17
Strendur 16
Klaksvík V 16
Toftir II 10
Rókur II 9½
Suðuroy 9½ (tveir dystir útsettir)
Sandavágur V 8
Gøta II 4
Kongshavn I 2

Unglingadeildin (støðan)
Havnin 11½
Klaksvík 10½
Sandavágur 10
Gøta 9
Havnin 9
Rókur 8½
Strendur 7½
Gøta 6
Toftir 4

Telvað verður aftur 11. februar. Tá verða dystirnir í áttanda umfari spældir. 

Í 1. deild sær skráin soleiðis út (8. umfar):
Sandavágur I - Klaksvík I
Sandavágur II - Havnin I
Klaksvík II - Havnin II

Landskappingin í talvi endar leygardagin 9. mars. Tá verða dystirnir í tíggjunda og seinasta umfari telvaðir.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 30. Jan 2024