Lat aftur Yvirlit list articles in edition

Leygardagur 17. februar 2024 | Nr. 7 | Árgangur 5 | Kr. 0,00

Veljararnir hava mist álitið á Margit og Ruth

SíÐa 2

1 Leygardagur 17. februar 2024

Góðan lesihug og gott Vikuskifti

Nýggj útgáva hvønn leygarmorgun kl. 7

Oddagrein

Deyðsboð úr revsilegu nr. 3

So slapp einaræðisharrin av við ein av sínum argastu mótstøðumonnum.

Í gjár bórust boðini um, at ein av fáu monnunum, sum veruliga tordi at tala Putin ímóti, russiski andstøðingurin, Aleksej Anatolevitj Navalnyj, var deyður á núverandi uppihaldsstaði sínum, revsilegu nr. 3 Jamalo-Nenetsk, onkrastaðni í Sibiria. Hann gjørdist 47 ára gamal.

Hóast tíðindini als ikki komu óvæntað, tað hevur verið ført fram frá fleiri síðum, at tað ikki var hugsingur um, at Navalnyj fór at kunna sita revsingina og yvirliva, so fóru tíðindini sum ein skjálvti gjøgnum vesturheimin í gjár.

Er hetta veruliga bara enn eitt dømi um, hvussu ómenniskjaliga harðrent, og gjøgnumsúrgað korrupt alt tað russiska stýrið hjá Vladimir Putin forseta er?

Tað kunnu vit ikki vita.

Men vilhaldsfólkini hjá russiska andstøðinginum, sum støðugt leitaði fram og avdúkaði rotinskap í russisku fyrisitingini, eru ikki í iva. Kona Navalnyj var stødd á trygdarráðstevnu í týska býnum München tá tíðindini bórust.

Vit vita ikki um okkara egni løgmaður var í salinum í München, har Julija Navalnaja segði nøkur orð, har hon fordømdi og heitti á politisku leiðararnar í salinum um at fordøma Putin og øllum rotinskapinum, sum hann stendur fyri.

Hvussu mundi løgmaður hava tað í hesi løtu? kunnu vit ikki lata vera við at hugsa. Hugsaði hann við sær sjálvum, at møguleikin fyri, at Navalnyj fór at verða píndur og misrøktur í fangaleguni tíverri ikki var partur av metingunum fyri/ímóti, tá hann tók avgerðina um at halda fram við at samstarva við russar? Ella sendi hann kanska ein tanka til allar teir túsundtals veljarar, ið hann sveik, tá hann gjørdi av at víkja frá sínum vallyftum og heldur valdi at leingja samstarvið við Putin og hansara stýri?

Ella hugsaði hann kanska, at hatta er alt propaganda. Putin kann ikki stillast til svars fyri, at onkur kom at smyrja Novitjok í undirbuksurnar hjá Navalnyj beint undan eina flogferð heim til Moskva, og at Putin heldur ikki átti nakran leiklut í at ein dómstólur dømdi andstøðingin í 19 ára fangalegu – ikki fyri at hava kallað forsetan fyri ein korruptan lygnara, men fyri ikki at hava yvirhildið treytirnar fyri royndarleyslatingina, tí maðurin lá í koma á einum sjúkrahúsi í Týsklandi?

Onki er at ivast í, at Navalnyj var ein djarvur, nærmast býttdjarvur, andstøðingur. Hann nýttist ikki at fara heim til Moskva eftir sjúkrahúsuppihaldið í Berlin. Men hann vildi, vælvitandi at hann fór at verða sendur í fangalegu onkrastaðni í óbygdum í Sibiria.

Spurningurin er nú um offrið hann gav fær nakran søguligan týdning. Um hetta kanska fær russiska fólkið út á gøturnar at mótmæla, ella um lýdna og vælvanda russiska løgreglan hevur so mikið av tamarhaldi á støðuni, at ongin torir?

Uttanríkispolitiskt hendir nokk ikki annað enn at onkrar fordømingar verða borðnar fram av vesturlendskum leiðarum. Kanska løgmaður leggur nøkur orð á heimasíðuna hjá landsstýrinum eisini?

Tá russisku illgerðirnar í Ukraina ikki kundu fáa vestanlondini til av álvara at venda russisku bjørnini bakið, so fer andlátið av einum einstakum andstøðingi neyvan heldur at gera tað.

Ella fer tað?

 

SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

  • Blaðið

    Stovnað 2020

    Útgevari: Knassar

    Upplag: 5589

    Lisnar síður: 14892

    Dagført 10. hvørt sekund
  • Samband

    tel. 20 80 80

    [email protected]



    Ingi Samuelsen

    Redaktørur

    [email protected]

    tel. 22 22 73


  • Borgar Kristiansen

    Lýsingarráðgevi

    [email protected]

    tel. 23 66 01

2
Leygardagur 17. februar 2024

Veljararnir hava mist álitið á Margit og Ruth

Tað er bert eitt av landsstýrisfólkunum, sum fær betri ummæli nú enn tá vit seinast spurdu í summar

(Savnsmynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

Ikki eitt einasta av núverandi landsstýrisfólkunum klára upp á miðal, tá veljarin verður spurdur um, hvussu tey halda, at sitandi landsstýrisfólk hava staðið seg.

Í sambandi við veljarakanningina, sum Spyr.fo gjørdi fyri hetta blað í farnu viku, vórðu veljararnir eisini bidnir um at koma við sínum ummælum av teimum 9 núsitandi landsstýrisfólkunum.

Og ikki kann sigast, at landsstýrisfólkini standa seg sterk millum fólk. Í mun til líknandi kanningar, ið fyrr eru gjørdar, ganga øll landsstýrisfólkini aftur, og øll teirra verða mett at hava klárað seg undir miðal.

Tað landsstýrisfólkið, ið klárar seg best, er Sirið Steenberg, landsstýriskvinna við almanna- og mentamálum. Á talvuni herundir stendur hon seg til at hava fingið ummælið 3,0. Men hyggja vit nærri eftir tølunum, so sæst, at hetta er eitt avrundað tal. Veruliga miðaltalið er 2,96. Sostatt er tað ongin av landsstýrisfólkunum, sum megnar upp á miðal umdømi.

Ruth og Margit skrambla niður

Hyggja vit eftir talvuni herundir sæst eisini, at tað eru tvær kvinnur, ið hava havt størst afturgongd síðan seinasta kanningin av hesum slag varð gjørd, síðsta summar.

Tað eru Ruth Vang, landsstýriskvinna við fíggjarmálum, og Margit Stórá, landsstýriskvinna við heilsumálum.

Helst er tað drúgva verkfallið hjá sjúkrarøktarfrøðingunum, men óivað eisini onnur mál eisini, ið er orsøk til, at Ruth Vang gongur aftur frá 3,1 í summar til 2,4 nú, og Margir Stóra frá 3,0 til 2,2.

Veljarin hevði møguleika at geva ummæli frá 1 (sera illa) til 5 (sera væl). 3,0 er sostatt miðal. Tá vit í mars í fjør bóðu veljararnir meta um avrikið hjá landsstýrisfólkunum eftir knappar tríggjar mánaðir í sessunum, vóru tað fimm, ið fingu ummælið 3 ella haryvir, meðan fýra lógu undir miðal. Í juni megnaðu fýra at halda seg á ella oman fyri 3. Men nú er tað ongin.

Bara Bjarni gongur fram

Sirið Steenberg er, sum sagt, tann ið klárar seg frægast, avrundað til 3,0.

Næst best umtóktur nú, er Djóni N. Joensen, landsstýrismaður við barna- og undirvísingarmálum. Hann gongur aftur frá 3,1 til 2,0.

Á triðja plássi kemur Bjarni Kárason Petersen, landsstýrismaður við lógarmálum, ið er tann einasti, sum gongur fram í umdømi í hesari kanningini, úr 2,7 til 2,8.

Aksel V. Johannesen, løgmaður, upplivir tað øvugta, úr 2,8 til 2,7.

Síðan koma Ruth Vang, landsstýriskvinna við fíggjarmálum, og Ingilín D. Strøm, landsstýrikvinna við orku- og umhvørvismálum við 2,4. Høgni Hoydal, landsstýrismaður við uttanríkis- og vinnumálum, og Dennis Holm, landsstýrismaður við fiskivinnumálum fáa metið 2,3 og tann, ið klárar seg verst, er Margit Stórá, landsstýriskvinna við heilsumálum við 2,2.

Hyggja vit eftir, hvat veljararnir hjá samgonguni halda, so klárar løgmaður seg best – hann verður av samgonguveljarunum mettur til 3,7, meðan Margit Stórá og Dennis Holm eru tey, ið fáa vánaligast ummæli, 2,8, altso undir miðal.

Veljararnir hjá andstøðuni halda Djóna N. Joensen klára seg best, 2,7, meðan Høgni Hoydal fær tann lægsta miðalkarakterin, 1,6.



Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 17. februar 2024

3 Leygardagur 17. februar 2024

PKU-kortini komin heim

Harvið økjast sannlíkindini fyri, at tað nú í størri mun verður granskað í serføroyskum viðurskiftum

(Mynd: Heilsumálaráðið)
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

Nú verður lættari hjá føroyskum granskarum at fáa atgongd til sonevndu PKU-kortini við blóðroyndum, sum í 40 ár eru tiknar av føroyskum nýføðingum.

Harvið økjast eisini sannlíkindini fyri, at tað nú í størri mun verður granskað í serføroyskum viðurskiftum.

Tað skrivar Heilsumálaráðið á heimasíðuni, nú PKU kortini eru komin heim. Tað vóru Margit Stórá, landsstýriskvinna við heilsumálum, Bjarni á Steig, stjóri á Fólkaheilsustýrinum og Maria Skaalum Petersen, professari og leiðari á Heilsugranskingareindini hjá Sjúkrahúsverkinum, ið bóru kassarnar inn á sjúkrahúsið, tá teir komu mikudagin.

[object Object]
(Mynd: Heilsumálaráðið)

Næsta stig verður at fara undir at kanna, hvat skal til, fyri at PKU-kanningarnar kunnu fremjast í Føroyum, soleiðis at tað ikki verður neyðugt at senda PKU-kortini av landinum, skrivar Heilsumálaráðið.

- Tað hevur stóran týdning, at PKU-kortini og annað føroyskt tilfar verður savnað og varðveitt hjá okkum í Føroyum. Tilgongdin at fáa PKU-kortini heim hevur verið drúgv. Heilsumálaráðið og avvarðandi heilsumyndugleikar hava arbeitt við málinum í fleiri ár. Málið hevur havt høga raðfesting hjá mær, og eg eri fegin um, at vit nú fáa PKU-kortini í varðveitslu hjá Fólkaheilsustýrinum, sigur Margit Stórá, landsstýriskvinna.

Í góð 40 ár hava blóðroyndir verið tiknar av nýføddum børnum í Føroyum, tær sonevndu PKU-blóðroyndirnar ella hælblóðroyndirnar. Hesar blóðroyndir, sum verða goymdar á PKU-kortum, hava higartil verið á goymslu í biobankanum hjá Statens Serum Institut í Danmark.

Føroyski heilsumyndugleikin eigur og hevur ábyrgd av PKU-kortunum. Tað hevur týdning, at alt føroyskt tilfar og skráir verða savnað í Føroyum og gerast partur av undirstøðukervinum hjá Fólkaheilsustýrinum til føroyska heilsugransking.

Samstarvið við Statens Serum Institut og serfrøðingar á Ríkissjúkrahúsinum, um at gera kanningarnar og veita heilsufakliga ráðgeving á økinum, heldur fram. Men tá ið kanningarnar eru framdar, verða PKU-kortini í framtíðini send aftur til Føroya í varðveitslu hjá Fólkaheilsustýrinum, sum er heilsumyndugleikin, ið hevur ábyrgd av at veita heilsufakliga ráðgeving og vegleiðing í Føroyum. 

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 14. februar 2024

4
Leygardagur 17. februar 2024

Menninir á brúnni máttu hivast upp við brandslangu

Helst var tað tann nógvi sjógvurin, sum fossaði inn gjøgnum boyuholið, ið er orsøkin til at Kambur ikki megnaði at reisa seg aftur, og at enda sakk. Tað heldur skiparin, ið varð avhoyrdur í sjórættinum týsdagin

Kambur í bakborð. Her sæst lúkan á skipssíðuni, sum tað ikki eydnaðist at lata aftur. Teir 13 menninir, ið vórðu bjargaðir í fyrstu atløgu stóðu á brúgvasíðuni aftan fyri stýrhúsið, men í stýriborðssíðu (Savnsmynd: Kiran Jóanesarson)
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

Høvdu stýrimaðurin og 4-5 mans aftur at honum ikki sloppið sær út á brúgvadekkið í góðari tíð áðrenn Kambur legði seg ov nógv, so var stórur vandi fyri, at ongin av manningini hevði borið boð í býð.

Tað heldur skiparin á Kambi, Mortan A. Mortensen.

- Tað bjargaði lívinum hjá okkum, segði skiparin, tá hann var avhoyrdur í Føroya Sjórætti í vikuni.

Bæði hann og stýrimaðurin greiddu fyrrapartin tysdagin frá dramatisku hendingini, tá Kambur legði seg á síðuna júst sum teir skuldu til at draga tíðliga týsmorgunin 6. februar einar 15-17 fjórðingar í ein útsynning úr Akrabergi.

[object Object]Mortan A. Mortensen, skipari (Savnsmynd: Kiran Jóanesarson)

Skiparin greiddi frá, at tað ikki var ein sjógvur ella stórt brot, sum var orsøkin til vanlukkuna.

Púra vanligt arbeiðsveður

Veðrið á leiðini var ikki verri enn tað plagar at vera undir fiskiskapi hjá teimum. Púra vanligt arbeiðsveður hjá okkum, greiddi hann frá, hóast vindurin var millum 15 og 20 m/s og tað rak upp í ættina. Ógvuliga ófriðarligt í sjónum – sum ein grýta, ið stendur og kókar, greiddi hann dómaranum frá.

Teir vóru klárir at draga línuna aftur. Meðan teir høvdu sett var eitt lítið lágtrýst við nógvum vindi farið framvið.

Men nú vóru líkindi at fara at draga, og Kambur sigldi upp móti boyuni. Meðan baksast varð við at fáa boyuna inn, legði skiparin merki til, at skipið líka sum lyftist av eini aldu og skipið legði seg so mikið, at ein skvampur av sjógvi kom inn á dekkið gjøgnum boyuholuna.

Ikki verri enn teir eru vanir við. Slíkir sjógvar verða skjótt lensaðir útaftur gjøgnum effektivu lensiskipanina á skipinum.

Meðan skiparin manøvreraði við at koma at boyuni hevði hann sett í bakk fyri at støðga skipinum, og kom skipið til at liggja so at vindurin kom beint inn á stýriborð. Skipið legði seg nakað, men ikki meira enn so ofta fyrr.

Men tá so skipið aftur lyftist kundi skiparin á vakmyndaskíggjanum á brúnni síggja, at sjógvur stóð inn gjøgnum boyuholið. Menninir á dekkinum fingu boð um at lata lúkuna aftur, men hetta eydnaðist ikki. Hóast hydrauliska skipan, so fekst hon ikki fyri, kanska hevur onkur skekil kílað seg fast í skinnaranum, helt skiparin.

Skiparin er eisini ivaleysur í, at tað var allur sjógvurin, sum kom inn gjøgnum boyuopið, ið er orsøkin til, at Kambur ikki reisti seg aftur.

[object Object]

Fór ikki at reisa seg aftur

Tað var skjótt greitt fyri honum, og eisini fyri stýrimanninum, sum var komin á brúnna, at skipið fór ikki at reisa seg aftur.

Menninir vórðu purraðir út gjøgnum eina skipan umborð og fingu boð um at koma á brúnna, og neyðarkall varð sent til Tórshavn Radio.

Stýrimaðurin ripaði bjargingardraktirnar út á dúrkið uppi á brúnni, og lat seg sjálvan í eina.

Hann fór út á dekkið í stýriborð fyri at loysa bjargingarbátin í stýriborð, men tá lá Kambur so nógv á síðuni, at hann ikki rakk upp at loysa bjargingarbátin. Einir 4-5 mans, sum eisini vóru komnir í draktir, vóru komnir upp á dekkið, áðrenn skipið legði seg so langt, at ikki fleiri sluppu út.

Skiparin greiddi frá, at hann rópti upp til teir um at fáa ein enda niður, so menninir kundu hivast upp av brúnni. Men har var ongin endi.

Men ein av monnunum har uppi var skjótur, fann eitt brandskáp og loraði brandslanguna niður, so menninir kundu hivast upp við henni.

- Tað var bjargingin hjá okkum. Høvdu stýrimaðurin og nakrir menn afturat ikki verið komnir harút, høvdu vit ikki havt ein kjans at koma út, staðfesti skiparin í rættinum.

Teir vóru 13 mans, sum bjargaðu sær út ella upp á stýriborðssíðuna, har menninir stóðu í lívd á brúgvasíðuni til bjargingin kom.

Maður stóð einsamallur eftir

Har var gott at standa. Kambur lá óvanliga stillur í sjónum. Teir fingu ongan sjógv á seg, blivu nærmast ikki vátir. Og bjargingin gekk skjótt fyri seg. Tá tyrlan kom fram, tók tað ikki langa tíð at fáa menninar upp.

Verri var við teimum trimum, sum ikki náddu upp á brúnna.

Menninir hoyrdu onkran rópa, men sóðu ongan., Men tað vísti seg at vera ein av manningini, sum var sloppin sær út frammi á bakkanum, og sum seinni varð bjargaður av tyrluni.

Menninir, sum vórðu bjargaðir sóðu ongantíð nakað til menninar, sum eru saknaðir. Teir stóðu báðir og baksaðust á dekkinum við at fáa boyuna inn. Ein triði, sum var staddur á dekkinum, fór ikki sama veg sum hinir báðir, og vann seg upp á brúnna og varð millum teirra, ið vórðu bjargaðir.

[object Object]


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 13. februar 2024

5

Størv

Móttøkufólk / lærlingur til Reyni Service

Meira Umsóknarfreist: 29. november 2024

Leiðandi farmakonomur til nýggja apotekið í Vágum

Meira Umsóknarfreist: 22. november 2024

Leiðari til Keyp Landsins

Meira Umsóknarfreist: 22. november 2024

Nordiska ministerrådet söker en proaktiv IT-supporter som även är teknisk systemansvarig

Meira Umsóknarfreist: 02. desember 2024

Farmakonomur til okkara KT-deild

Meira Umsóknarfreist: 29. november 2024

Kt-umsitari til KT Landsins

Meira Umsóknarfreist: 22. november 2024

Løgfrøðingur til Fiskivinnu- og samferðslumálaráðið

Meira Umsóknarfreist: 01. januar 2025

Henning Larsen Føroyar søkir eftir fólki

Meira Umsóknarfreist: 01. desember 2024

Seniorrådgivare till att arbeta med miljö- och klimatfrågor till avdelningen för tillväxt och klimat på Nordiska ministerrådet i Köpenhamn

Meira Umsóknarfreist: 05. desember 2024

Bilsmiður til Berg Motors

Meira Umsóknarfreist: 25. november 2024

Kostframleiðsluleiðari til Umlættingar- og rehabiliteringsdepilin Urd

Meira Umsóknarfreist: 14. november 2024

Kontrollari til landsroknskapin

Meira Umsóknarfreist: 22. november 2024
6
Leygardagur 17. februar 2024

- Tá eg kom uppaftur úr sjónum var einki at síggja til hann

Á dramatiskum rættarfundi í Føroya Sjórætti í vikuni komu vit nærri eini frágreiðing hvussu annar av teimum sjólátnu monnunum á Kambi hvarv

(Mynd: Føroyska Sjómansmissiónin)
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

Tað vara til tíðir sera dramatiskt at sita í Føroya rætti og hoyra hvat manningin hevði at fortelja um hvussu teir bjargaðu sær sjálvum og hvørjum øðrum frá lívshættisligu støðuni teir vóru komnir í fyri til síðst at verða hivaðir upp av bjargingartyrluni hjá Atlantsflogi.

Mest dramatisk var frágreiðingin hjá 38 ára gamla manninum, ið sum tann síðsti varð bjargaður eftir at hava staðið kaldur og vátur í fleiri tímar á einum pullarti frammi á bakkanum á Kambi líka til skipið sakk.

Fýra dekkarar á vakt

Teir vóru fýra dekkarar, ið júst vóru komnir á vakt klokkan hálvgun fimm henda týsmorgunin 6. februar. Tá vóru teir við at vera lidnir við at seta.

Eftir at Kambur hevði siglt suður til byrjanarboyuna aftur, gjørdu teir seg til reiðar at byrja at draga.

Tær ymsu uppgávurnar í samband at línan skal dragast ganga upp á skift. Tann fjórði á vaktini hevði onga uppgávu í sambandi við at boyan skuldi takast inn. Hann var tí staddur uppi sínum egna kamari, tá skipið fekk slagsíðu.

Hansara frágreiðing í rættinum var tí ikki so dramatiskt. Hann fekk uttan stórvegis avbjóðingar tikið seg upp á brúnna.

[object Object]
Brunnurin (Mynd: Føroyska Sjómansmissiónin)

19 ára gamal og á fyrsta línutúri

Meira dramatiskt var hjá hinum trimum.

Við virðing fyri tragisku umstøðunum fara vit ikki at nevna teir við navni her. Vit kalla teir hin elsti, hin yngri og hin yngsti.

Hin elsti var 47 ár og royndur línumaður. Hin yngri 35 ár eisini royndur línumaður og so hin yngsti, 19 ár, hevði verið onkran avloysaratúr við partrolara, hevði júst mynstrað á sínum fyrsta túri við línubáti.

Tann elsti og hin yngsti áttu tørn at standa úti á dekkinum og taka ímóti boyuni og vera við til at draga, meðan hin yngri (tann 38 ára gamli) átti tørn at standa við við ‘splittaran’ inni í skúrinum. Uppgávan hjá hesum manninum er at reinsa og røkja línuna tá hon kemur inn, so hon er klár til næstu setu.

- Men av tí at tann eini var ungur og á sínum fyrsta túri við línu, so avtalaðu vit, at eg eisini skuldi vera á dekkinum, tá vit skuldu taka boyuna inn. Eisini tí veðrið ikki var gott, greiddi hin 35 ára gamli frá í sjórættinum í dag.

Brýtur inn á dekkið

Tá boyan skal takast inn, verður tað gjørt úr eini lúku á bakborðs síðu. Annars verður línan drigin upp gjøgnum brunnin, tann sokallaða moon-pool’in upp gjøgnum botnin á skipinum.

Ein hydrauliskur lemmur er fyri hetta boyuopið. Teir komu fram móti boyuni og eydnaðust at fáa fatur á henni í fyrstu roynd, og eisini at fáa boyuna inn um lúnningina. Men ikki stongina.

Sjógvur brýtur inn á dekkið, men ikki meira enn tað so ofta hevur gjørt fyrr. Triðju ferð tað brýtur gerast menninir á dekkinum veruliga varugir við, at Kambur hevur trupulleikar við at rætta seg uppaftur, og tá gera teir av at blaka boyuna útaftur fyri at gera eina roynd seinni.

Í fyrstu atløgu lata teir lúkuna standa opna – tí tað plaga teir í slíkum førum. Men nú leggur Kambur seg enn meira á liðina, at enda so nógv, at undirkanturin á boyuopinum liggur undir vatnskorpuni, og sjógvur tekur at fossa inn í skipið.

Tá teir royna at lata lúkuna aftur, hon verður stýrd hydrauliskt, vil hon ikki fara longur aftur enn í helvt, so setir hon seg fasta. Helst hevur okkurt kílað seg fast í skinnaranum.

[object Object]
Fabrikkin (Mynd: Føroyska Sjómansmissiónin)

Hin yngsti bjargar sær upp á brúnna

Nú er vandi á ferð innsíggja teir tríggir menninir á dekkinum. Hin yngsti, sum hevur staðið í hurðini í bakborð fram móti fabrikkini er næstan undir í vatni. Hann fær boð um at lata hurðina aftur, men megnar tað ikki orsaka av fossandi sjógvinum.

Hann sleppur sær til rýmingar gjøgnum fabrikkina og kemur at enda upp á brúnna eftir eina dramatiska ferð, har hann fyrst fór upp gjøgnum eitt mannhol, síðani niður aftur í fabrikkina og aftur har línan verður sett, tí tað umhvørvið kendi hann betur, og haðani eydnast honum at vinna upp á brúnna.

Hann veit ikki hvat er hent við teimum eldru.

Ein bjargingarbátur kom framvið

Hesum greiddi tann 38 ára gamli frá í rættinum. Fyrst hvussu hann og tann nakað eldri dekkarin høvdu skorað seg gjøgnum eitt op, har fiskur skuldi ígjøgnum, fyri at koma fram í fabrikkina og síðani heilt fram í gronina í skipinum, har tað við tógvið stríð eydnaðist teimum at enda at koma upp gjøgnum ein leytara og lata eina hurð upp nærhendis kranan á bakkanum.

Men har var ikki talingur um at fara út, tí har var onki at halda sær í. Í hurðaopinum sóðu teir onkran bjargingarkrans koma rekandi forbí og eina flótidrakt, men tað eydnaðist teimum ikki at fáa fatur í teimum.

Síðan kom ein uppblástur bjargingarbátur, sum vísti seg at vera bjargingarbáturin í bakborðssíðu, sum var útloystur  og blástur upp.

Teir sluppu sær í bátin. Hin 38 ára gamli var í vanligum arbeiðsklæðum til inniarbeiði og í tungum trygdargummistúvlum, meðan hin 47 ára gamli var í oljuklæðum og stúvlum.

Teir sluppu lættliga í bátin, men av onkrari orsøk, rak báturin ikki frá skipinum. Han má hava hingið í skipinum, uttan at teir tó sóu nakra línu.

Men teir sótu ikki trygt har leingi, tí við eitt punkteraði yvirtromin á bjargingarbátinum, sum fall saman. Teir máttu tí út um og seta seg á yvirtromina. Stutt eftir punkteraði botnurin eisini.

- Sá onki til hin tá eg kom upp aftur

So lógu teir í sjónum, men hingu framvegis í bjargingarbátinum, sum fleyt. Tá sigur tann eldri við tann yngra, at nú er best at hann smoykir trygdarstúvlarnar av sær, tí tað er ómøguligt at svimja í tungum stúvlum.

Sjálvur ivast tann yngri í um hin eldri fekk sínar stúvlar av, tí hann var enn í oljubuksum uttan á stúvlunum, og tá er tað ikki lætt.

Tann 38 ára gamli dekkarin greiddi frá, at teir lógu nær gronini á Kambi, sum tá lá á liðini í sjónum. Meðan teir neyðhalda sær har, kemur súgur í sjógvin, og knappliga melur alt runt, og teir fara undir.

- Eg mátti halda ondini rættiliga leingi. Tá eg loksins kom uppaftur, sá eg onki til hin mannin. Eg sá hann ongantíð aftur. Boðini um at lata meg úr stúvlunum var tað seinasta eg hoyrdi frá honum, greiddi hann frá í rættinum. Hann royndi at skimast rundan um seg. men sá einki – hann hevði eisini mist brillurnar.

Kleiv upp á Kamb aftur

Nú var tað, at hesin tók avgerð um at klíva umborð á Kamb aftur. Við sínum seinastu kreftum eydnaðist tað honum at koma upp úr sjónum og heilt upp til pullartin á stýriborðssíðu. Hann máti taka buksureimina av fyri at gera sær eina lykkju at traðka í, fyri at taka seg tað seinasta pettið upp.

Á pullartinum kundi hann standa í lívd undir lúnningini, og har var eisini eitt rør hann kundi leggja armin um, so at hann stóð rættiliga fastur. Hann royndi at geva ljóð frá sær, men ongin varnaðist hann, greiddi hann frá.

So er tað, at hann hoyrir og sær bjargingartyrluna, sum fyrst leitaði rundan um skipið, og seinni fór undir at hiva teir 13 menninar upp, sum stóðu á bátadekkinum. Hann royndi at veittra við aðrari hondini meðan hann helt sær við hinari, men ongin sá hann.

Men tá so hinir vóru fingnir upp í tyrluna, kom bjargarin fram móti honum, tí tá hevði onkur av manningini sæð hann. Bjargarin gjørdi tvær royndir at koma til hansara, men gav upp.

- Tá eg sá tyrluna fara, hugsaði eg, um eg mundi fara at klára hetta áðrenn hon kom aftur.

Vildi ikki leypa á sjógv

Men hann kláraði tað. Var sera kaldur serliga um skóleysu føturnar. Hann greiddi frá, at tað at skelva er bara ein spurningur um ymisk stadiir, so tað var bert eina løtu, at hann skalv, men hann var øgiliga kaldur.

Tyrlan kom aftur, men vildi ikki gera eina roynd at bjarga honum, tí bjargarin slapp ikki framat orsakað av fremru mastrini á Kambi og einum krana, sum línan kundi fløkja seg í.

Teir bóðu hann leypa á sjógv, men tað vildi hann ikki, tí hann hevði upplivað hvussu sterkur súgurin kundi vera.

Tyrlan hekk uppi yvir manninum í umleið 50 minuttir, meðan Kambur spakuliga fyltist og gjørdist tyngri og tyngri í sjónum.

Tá tað breyt upp á 38 ára gamla dekkaran á pullartinum, og hann nakrar ferðir hevði verið undir í sjógvi, valdi hann at leypa útí og svimja frá skipinum. Eftir tað tók tað bert millum ein og hálvanannan minutt til hann var bjargaður upp í tyrluna.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 13. februar 2024

7
Leygardagur 17. februar 2024

Bara ein maður sá kokkin henda morgunin

Sjófrágreiðingin týsdagin gav onki svar upp á hvat hendi við kokkinum á Kambi, sum er annar teirra, ið ikki varð funnin eftir vanlukkuna í síðstu viku

Messan umborð á Kambi (Mynd: Føroyska Sjómansmissiónin)
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

Sum skilst var tað bert ein av manningini, sum heilsaði upp á 57 ára gamla kokkin umborð á Kambi, tá skipið sakk 15-17 fjórðingar í ein útsynning úr Akrabergi týsmorgunin 6. februar.

Tað var maskinmeistarin umborð, sum í rættinum týsdagin greiddi frá, at hann hevði heilsað upp á kokkin á veg niður í maskinrúmið at tendra ljósmotorin aftur.

72 ára gamli maskinmeistarin greiddi í sjórættinum frá, at hann lá í koyggjuni henda morgunin og vaknaði av einum ógvusligum sjógvi, sum slongdi hann yvir í annað borðið í koyggjuni.

Hann merkti beinanvegin, at skipið legði seg, og uppførdi seg ikki sum tað plagdi.

Um sama mundið fór eisini ein alarmur í gongd. Ein lítil alarmur, sum hann plagar at hava í lummanum. Talan er um ein automatiskan alarm frá maskinrúminum, sum ikki sigur hvat er galið, bara at okkurt er galið.

- Skipið lá so mikið á liðini, at eg mátti klíva fyri at sleppa upp um koyggjustokkin og upp, greiddi maskinmeistarin frá.

Hann valdi at skunda sær niður í kontrollrúmið fyri at kanna hvat var hent har niðri.

- Hvat er á vási?

Hann smeyg sær í einar buksur, fann ikki brillurnar, men fór kortini avstað. Tað eru tríggjar hæddir frá maskinmeistarakamarinum og niður til kontrollrúmið, og enn ein hædd longur niður til sjálva maskinuna.

Maskinmeistarin greiddi frá, at á veg niður, kom hann framvið kamarinum hjá kokkinum. Hann stendur nývaknaður í undirklæðum í hurðini og spyr hvat er á vási.

- Eg sigi bara, at vit høvdu fingið ein alarm og fór víðari. Tað var seinastu ferð eg sá kokkin, greiðir maskinmeistarin frá. Og sambært avhoyringunum í rættinum í dag, var hann eisini tann einasti, sum skifti orð ella sá kokkin henda morgunin.

Maskinmeistarin greiddi rættinum frá, at á veg niður legði skipið seg bara enn meira á liðina, og skipið fekk eisini eitt blackout. Hann fór niður í maskinrúmið og fekk tendrað ljósmotorin aftur manuelt, væl vitandi, at tað møguliga bert fór at halda í eina løtu.

Síðani skundaði hann sær uppaftur, tí tá var alarmurin eisini farin í gongd, sum boðaði frá, at manningin skuldi av skipinum.

Á veg uppaftur sá hann, at hurðin inn til kokkakamarið stendur opin, men slapp ikki at hurðini í umstøðunum sum vóru.

- Eg hvørki sá ella hoyrdi nakað til kokkin.

Hereftir fór maskinmeistarin upp á brúnna og var ein av teimum 13, sum í fyrstu atløgu vórðu bjargaðir av skipinum.

Ongin av hinum avhoyrdu høvdu sæð nakað til kokkin, sum hevur eina øðrvísi dagrútmu enn hinir menninir, sum ganga antin 8-8 ella 6-6. Kokkurin hevur sínar føstu uppgávur, sum fyrst av øllum er at gera døgurða og nátturða til manningina. Hann er vanliga ikki komin fram, tá fyrsta vaktin skal hava morgunmat, men hevur lagt matin fram til teir, sum teir so fáa sær sjálvir.



Greinin varð fyrstu ferð løgd út 13. februar 2024

8
Leygardagur 17. februar 2024

Skipasøla: Fingu eitt sera gott boð uppá Trónd í Gøtu

Sáttmáli um Trónd í Gøtu varð í vikuni undirskrivaður millum Varðan og norsku keypararnar, sum yvirtaka skipið í mai mánaði

Tróndur í Gøtu er seldur til eitt reiðaríð í Noregi (Savnsmynd: Kiran Jóanesarson)
SkrivaÐ:

Kiran Jóanesarson

Tað var mikudagin, at Varðin í Gøtu og norska reiðaríið K. Halstensen undirskrivaðu sáttmálan um Trónd í Gøtu, sum verður latin norska reiðarínum í mai mánaði.

Tróndur í Gøtu kom sum nýbygningur í føroyska flotan í mars 2010, og verður sostatt 14 ár innan skipið fer til Noregs.

Varðin er í løtuni í gongd við at byggja ein nýggjan Finn Fríða hjá Karstensens skipasmiðjuni í Skagen, sum verður latin Varðanum í mai.

Ætlanin var at selja gamla Finn Fríða, men sum skilst kom eitt somikið gott boð upp á Trónd í Gøtu, at eigararnir valdu at taka av.

Meiningin var at selja Finn Fríða, sum hevur staðið á sølulistanum seinastu tíðina, men tað hevur ikki verið tann heilt stóri áhugin fyri skipinum, hóast reiðaríið hevur fingið nakrar fyrispurningar uppá skipið.

Finnur Fríði er bygdur í Noregi í 2003, og er sostatt farin yvirum tey 20 árini, og tí var tað nærliggjandi at selja hetta skipið fyrst. Hóast sín 20 ára aldur, er skipið í sera góðum standi.

Av tí at Varðin nú hevur selt Trónd í Gøta, so verður núverandi Finnur Fríði brúktur at fiska kvoturnar hjá Trónd í Gøta næstu tíðina, og er av tí sama tikin av sølulistanum aftur.

Ætlandi fer Varðin í gongd við at fyrireika ein nýbygning fyri Trónd í Gøtu, sum Varðin nú hevur selt, men enn er reiðaríið ongan veg komið, av tí at alt hendi so brádliga.

Av tí at alt hendi so brádliga er einki boð uppá hvat skal mynda nýggja Trónd í Gøtu ella hvar skipið skal byggjast.

Eigararnir hava verið sera væl nøgdir við Trónd í Gøtu seinastu 14 árini.

Skipið er teknað av norsku fyritøkuni Vik&Sandvik, sum í dag kallast Salt Ship Design, men tað er Karstensens skipasmiðjan, sum hevur bygt skipið, sum jú eisini byggir nýggja Finn Fríða, og hendan skipasmiðjan hevur sera gott orð á sær tá ið tað kemur til bygging av uppsjóvarskipum.

Søluprísin hava keypari og seljari avtalað ikki at upplýsa fyri miðlunum. 


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 15. februar 2024

9 Leygardagur 17. februar 2024

Bústaðir: Andras Róin farin frá sum stjóri

– Stýrið ynskir at fara undir eina menningartilgongd, og at ein nýggjur stjóri skal mynda hesa tilgongd, sigur stýrið í Bústøðum – fyribils stjóri verður Hjørdis Gaard Lailudóttir, og lýst verður eftir nýggjum stjóra í næstum

Andras Róin hevur myndað felagið síðani 2011 (Savnsmynd)
SkrivaÐ:

Alda Nielsdóttir

Stýrið fyri Bústaðir og Andras Róin hava í semju gjørt fráfaringaravtalu.

Tað upplýsti stýrið í tíðindaskrivi í vikuni.

– Stýrið ynskir at fara undir eina menningartilgongd, og at ein nýggjur stjóri skal mynda hesa tilgongd. Stýrið fyri Bústaðir takkar Andras Róin, ið hevur myndað felagið síðani 2011 fyri arbeiði, har Andras hevur staðið á odda fyri at umskipa og menna Húsalánsgrunnin til Bústaðir.

Fyribils stjóri verður Hjørdis Gaard Lailudóttir, til nýggjur stjóri er settur í starv. Hon er 54 ára gomul og útbúgvin cand. scient. pol. og hevur drúgvar royndir bæði innan tað almenna og privata.

Lýst verður eftir nýggjum stjóra í næstum.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 13. februar 2024

10 Leygardagur 17. februar 2024

Bill er nú limur í Fólkaflokkinum

- Brotið við Miðflokkin er hent í virðing og sóma frá báðum pørtum, sigur Bill Justinussen

(Savnsmynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Alda Nielsdóttir

Bill Justinussen er farin úr Miðflokkinum og er nú limur í Fólkaflokkinum. Tað váttaði hann fyri VP leygardagin.

– Eg eri ov borgarligur til Miðflokkin. Nú eg ikki eri tingmaður longur, vil eitt floksskifti ikki skaða tann flokkin, sum eg var við til at stovna fyri góðum 30 árum síðani, sigur hann.

- Brotið við Miðflokkin er hent í virðing og sóma frá báðum pørtum, og tað fegnist eg stórliga um.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 10. februar 2024

11 Leygardagur 17. februar 2024

Løgmaður á trygdarráðstevnu í München

- Tað skal ikki vera nakar ivi um, at aðalmálið hjá Føroyum er, at trygd og støðufesti skulu valda í Norðuratlantshavi, sigur Aksel V. Johannesen

Aksel V. Johannesen, løgmaður (Mynd: Løgmansskrivstovan)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Aksel V. Johannesen, løgmaður, er farin til München í Týsklandi, har hann skal luttaka á árligu altjóða trygdarráðstevnuni Munich Security Conference, ið verður í døgunum 16. til 18. februar.

Hetta er 60. árið, at ráðstevnan verður hildin, men fyrstu ferð, at umboð fyri Føroya landsstýri eru boðin at luttaka.

Síðani ráðstevnan varð hildin fyrstu ferð í 1963, hevur aðalmálið verið “friður gjøgnum samrøðu”. Á ráðstevnuni luttaka stjórnarleiðarar, ráðharrar, serfrøðingar, granskarar og umboð fyri felagsskapir úr øllum heiminum til at viðgera spurningar í mun til trygdar- og verjupolitikk.

- Vit liva í einum alsamt meira óvissum heimi, har trygdar- og verjumál fylla meira og meira. Eisini her heima hjá okkum í Føroyum. At taka lut á eini ráðstevnu sum hesari styrkir fortreytirnar fyri at møta teimum avbjóðingum, ið standa fyri framman, við trygd og verju.

- Tað skal ikki vera nakar ivi um, at aðalmálið hjá Føroyum er, at trygd og støðufesti skulu valda í Norðuratlantshavi. Vit skulu samstarva miðvíst við hini sameindu í Nato fyri at varðveita trygd og støðufesti, sigur Aksel V. Johannesen, løgmaður.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 14. februar 2024

12 Leygardagur 17. februar 2024

Sophie Løhde kemur á vitjan í Føroyum

Danski innanríkis- og heilsumálaráðfrúan kemur til Føroya á vitjan í næstu viku

(Mynd: Løgmansskrivstovan)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Sophie Løhde, danska innanríkis- og heilsumálaráðfrúan, kemur til Føroyar á vitjan í komandi viku.

Mánadagin fer Sophie Løhde at vitja Margit Stórá, landsstýriskvinnu við heilsumálum. Vitjanin byrjar við einum fundi í Heilsumálaráðnum, har fleiri viðkomandi mál eru á skrá.

Eftir fundin í Heilsumálaráðnum verður skipað fyri rundvísing í nýggja H-bygninginum á Landssjúkrahúsinum, og vitjað verður í framleiðsluni hjá Apoteksverkinum.

Í sambandi við vitjanina í Føroyum fer Sophie Løhde eisini at vitja Ríkisumboðið.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 16. februar 2024

13 Leygardagur 17. februar 2024

Ætla at hækka hámarkið fyri barsilspening til 30.000 krónur

Uppskot til betringar í barsilsskipanini er sent til hoyringar

(Mynd: Shutterstock)
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Landsstýrið mælir til at mánaðarliga hámarkið fyri barsilspening verður hækkað út 25.000 krónum upp í 30.000 krónur og eisini at umstøðurnar hjá nýútbúnum skulu gerast betri.

Ingilín D. Strøm, landsstýriskvinna við arbeiðsmarknaðarmálum, hevur sent lógaruppskotið til hoyringar.

Hóast nógvar broytingar, er hægsta útgjaldið úr Barsilsskipanini ikki broytt í nærum 20 ár. Hesi árini er miðalinntøkan hjá føroyskum løntakarum er vaksin nógv.

Við nýggja lógaruppskotinum verður hámarkið fyri barsilspening hækkað við 5.000 krónum um mánaðin upp í 30.000 krónur umframt eftirlønargjaldið. Á henda hátt fáa tey, ið vanliga tjena omanfyri 25.000 krónur um mánaðin, endurrindað upp til 30.000 krónur úr Barsilsskipanini, tá tey fara í barsilsfarloyvi.

Nýútbúgvin fáa eisini betri barsil

Í dag er tað soleiðis, at nýútbúgvin, sum gerast foreldur, bert hava møguleika at fáa barsilspening í tann mun, tey hava arbeitt tað seinasta árið. Dømir eru um, at nøkur detta niður í millum skipanirnar, tí tey ikki longur eru í lestrarskipanini og eru ikki rættiliga komin inn á arbeiðsmarknaðin.

Við uppskotinum verða umstøðurnar hjá teimum, ið eru nýútbúgvin betri. Hetta verður gjørt við at lestrarstuðulin eisini verður taldur við í útrokningargrundarlagið, sum barsilspeningurin verður roknaður eftir.

Á hendan hátt detta tey nýútbúnu ikki niður í millum skipanina við lestrarstuðli og Barsilsskipanina, um tey gerast foreldur í tíðarskeiðinum eftir loknan lestur, og áðrenn tey eru komin í arbeiði.

Uppskotið sæst her. Ummælisfreistin er 26. februar.

Tíðindaskriv frá Umhvørvismálaráðnum 

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 14. februar 2024

14 Leygardagur 17. februar 2024

Nakrar túsund krónur afturat til løgtingslimir

Ein arbeiðsbólkur mælir til, at løgtingslimir fara tveir lønarflokkar upp, men at tænastumannaeftirlønin verður avtikin

(Mynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Ein arbeiðsbólkur handaði í gjár Bjørt Samuelsen, løgtingsforkvinnu eitt tilmæli um, hvussu tey halda, at lønar- og eftirlønarskipanin hjá tingfólkum eigur at síggja út í framtíðini.

Størstu broytingarnar eru í stuttum, at lønin hækkar úr 34. Lønarflokki upp í 36. lønarflokk eftir tænastumannastiganum, men samstundis verður tænastumannaeftirlønin avtikin og løgd um til eina vanliga 15 prosent eftirlønarskipan, eins og skattafría mánaðarliga kostnaðarískoytið á 2.000 krónur verður strikað.

Munurin á lønarflokki 34 og lønarflokki 36 er, sambært yvirliti á Fíggjarmálaráðnum, 6.684,7 krónur, og løgtingsfólk fara sostatt at fáa 53.058,39 krónur í mánaðarløn.

Fyri landið verður størsta broytingin, at tann alsamt vaksandi eftirlønarbyrðan av tænastumannaeftirlønarskipanini lætnar, um eisini tingfólk fara yvir til eina vanliga eftirlønarskipan.

Tilmælið sæst her

Løgtingsforkvinnan, Bjørt Samuelsen, takkaði bólkinum fyri tilmælið og fer nú at samskifta við flokkarnar á tingi um, hvussu farast skal víðari við málinum.
Tilmælið leggur upp til, at talan verður um eina broytta skipan, sum tekur við aftaná næsta løgtingsval, og sum tí ikki fær ávirkan á lønarviðurskiftini í hesum valskeiðnum.

[object Object]Í arbeiðsbólkinum hava Jógvan Amonsson, Maria á Dul og Gunn Ellefsen sitið. Her handa tey løgtingsforkvinnuni álitið (Mynd: Løgting)

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 16. februar 2024

15 Leygardagur 17. februar 2024

Knapt 54.550 fólk búðu í Føroyum 1. januar

Árliga broytingin í fólkatalinum fyri 2023 var 0,8 prosent

(Savnsmynd: Hagstovan)
SkrivaÐ:

Alda Nielsdóttir

Seinasta árið vaks fólkatalið við 450 persónum, og 1. januar búðu 54.545 fólk í Føroyum. Tað svarar til ein vøkstur á 0,8 prosent.

Árliga broytingin fyri 2023 var 0,8 prosent, og tað er annar mánaðurin á rað, at árliga broytingin hevur verið undir einum prosenti. Seinast, árliga broytingin var niðri á einum prosenti í longri tíð, var fyri 10 árum síðani, skrivar Hagstovan.

Fólkatalið verður ávirkað av nettoflyting, sum er munurin millum tilflyting og fráflyting, og burðaravlopi, sum er munurin millum fødd og deyð. Vøksturin seinasta árið kemur av einum burðaravlopi - munurin millum fødd og deyð - á 162 og eini nettoflyting - munurin millum tilflyting og fráflyting - á 288 fólk.

[object Object]

Tilflytingin er minkað meiri enn fráflytingin, og er nú á sama stigi sum í 2020. Samanlagt minkar hetta um nettoflytingina. Í tíðarskeiðnum frá 2017 til 2022 lá árliga nettoflytingin millum 400 og 500 fólk. Í 2023 var hon 288 fólk.

18 av 29 kommunum høvdu fólkavøkstur í 2023. Størsti vøkstur var í Tórshavnar, Klaksvíkar, Runavíkar og Eysturkommunu. Í teimum kommununum vaks fólkatalið serliga í Tórshavn, Hoyvík, Klaksvík, Saltangará, á Argjum og í Leirvík.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 12. februar 2024

16 Leygardagur 17. februar 2024

27.664 løntakarar í januar

Hetta er ein vøkstur á 1,3 prosent í mun til januar í fjør, skrivar Hagstovan

(Savnsmynd)
SkrivaÐ:

Alda Nielsdóttir

Í januar var talið á løntakarum 27.664. Tað er stívliga 350 fleiri í mun til januar í fjør, og svarar hetta til ein vøkstur á 1,3 prosent.

Til samanberingar vóru fleiri enn 28.500 løntakarar í desember. Sambært Hagstovuni er januar vanliga tann mánaðurin í árinum, ið hevur fæstar løntakarar, meðan desembermánaður vanliga hevur flestar. Munurin í løntakaratalinum hesar báðar mánaðirnar er tí sum oftast stórur.

14.000 menn og 13.600 kvinnur vóru í løntakaraskaranum í januar. Hetta er ein vøkstur á ávikavist 1,6 prosent hjá monnum og 0,9 prosent hjá kvinnum í mun til januar í fjør.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 13. februar 2024

17 Leygardagur 17. februar 2024

940 milliónir útgoldnar í lønum í januar

Talan er um ein vøkstur á 8,3 prosent í mun til januar í fjør

(Mynd: Hagstovan)
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

Í januar vórðu góðar 940 milliónir krónur útgoldnar í lønum. Tað eru 72 milliónir meira enn í sama mánað í fjør. Hetta er ein vøkstur á 8,3 prosent.

Vøksturin í lønargjaldingum hevur verið rættiliga javnur síðani á heysti 2020, skrivar Hagstovan. 

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

Menninir áttu 60 prosent og kvinnurnar 40 prosent 

Í januar áttu menninir um 561 milliónir krónur av lønargjaldingunum, ið svarar til 60 prosent av útgoldnu lønunum. Tað eru 49 milliónir ella 8,7 prosent meira enn í sama mánað í fjør. Kvinnurnar áttu um 377 milliónir krónur, sum eru 27 milliónir ella 7,7 prosent meira enn í sama mánað í fjør. 

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

Vøkstur í øllum høvuðsvinnugreinunum

Lønargjaldingarnar innan 'almennari o.a. tænastu' eru vaksnar støðugt. Samanborið við sama mánað í fjør eru lønargjaldingarnar 9,3 prosent hægri.

Í 'privatum tænastuvinnum' hevur eisini verið støðugur vøkstur seinastu árini. Vøksturin er 4,4 prosent í mun til sama mánað árið fyri.  

Í 'byggivinnu o.a. tilvirking' lækkaðu lønargjaldingarnar støðugt í næstan tvey ár eftir koronu. Nú vaksa lønirnar aftur við somu ferð, sum undan farsóttini. Samanborið við sama mánað í fjør eru lønargjaldingarnar vaksnar við 11,9 prosentum, skrivar Hagstovan. 

Innan 'fiskivinnu o.a. tilfeingisvinnu' eru mánaðarligu sveiggini í lønargjaldingunum størri enn í hinum vinnugreinabólkunum. Vøksturin hesaferð er 10,6 prosent í mun til sama mánað árið fyri.  

Seinasta árið eru lønirnar í krónum vaksnar mest í 'almennari fyristing v.m.' við 199,4 milliónum krónum. Lutfalsliga er vøksturin størst í  'byggivinnu o.a. tilvirking' við 8,6 prosentum. Fiskivøruídnaðurin er einasta vinnugreinin, sum hevur lægri lønarútgjaldingar samanborið við tíðarskeiðið frammanundan.

Lønargjaldingarnar til fólk búsitandi uttanlands vóru góðar 20 milliónir krónur ella 46 prosent lægri í januar í mun til desember. Av hesum muninum áttu menn 19 milliónir. Borið saman við januar í fjør er vøksturin 1,2 milliónir krónur ella 5 prosent.  

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 15. februar 2024

18 Leygardagur 17. februar 2024

2023 hilnaðist væl hjá Tjaldur

Íløgufelagið umsetti fyri yvir 1,8 milliardir krónur. Úrslitið áðrenn skatt var 134 milliónir

Janus Thomsen, stjóri í Tjaldur
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Árið 2023 gjørdist eitt gott ár fyri vinnufelagið Tjaldur.

Fyri samtakið gjørdist úrslitið 134 milliónir krónur áðrenn skatt og 119 milliónir krónur eftir skatt.

Samlaða sølan í samtakinum var omanfyri 1,8 milliardir krónur, og starvaðust omanfyri 400 fólk í feløgnum, ið íløgufelagið Tjaldur hevur týðandi leiklut í.

Um úrslitið og gongdina sum heild sigur Janus Thomsen, stjóri:

- Okkara visjón í Tjaldur er at menna feløg vit eru errin av. Saman við okkara leiðslutoymum, stremba vit eftir tí hvønn dag, og er úrslitið í fjør eitt gott dømi um dygdargott arbeiði av starvsfólkunum og leiðslutoymunum í okkara dóttirfeløgum.

Tjaldur hevur virksemi innan fleiri vinnur í bæði Føroyum og uttanlands, og leggur felagið áherðslu á at byggja vinnuliga, og á tann hátt skapa virðir. Størsta virksemi uttan fyri Føroyar er í Noregi og Bretlandi, og verður dentur lagdur á burðardygga menning. 


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 15. februar 2024

19
Leygardagur 17. februar 2024

Rescue Sverri fingið betri umstøður

Boð vóru eftir bjargingarbátinum Sverra mikudagin at hjálpa útróðrarbáti, sum hevði fingið maskinstøðg

(Mynd: Vága kommuna)
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

Bjargingarbáturin Sverri, sum virkar út frá Miðvági, hevur nú fingið betri umstøður, so tað nú er munandi lættari hjá manningini at koma til og umborð á bátin í skundi.

Vága kommuna skrivar, at saman við Vága Bjargingarfelag hevur verið arbeitt fyri at bøta um karmarnar fyri virksemið hjá bjargingarfelagnum.

- Ofta skal berast skjótt at tá útkall eru, og tá skulu umstøðurnar verða góðar og tryggar hjá manningini. Við at leggja eina flotbrúgv við landgongd, gerst tað lættari tá farið verður umborð á bjargingarbátin, tí fóru vit undir hetta arbeiðið, sigur Jóanis Albert Nielsen, formaður í vinnu- og havnanevndini, við heimasíðuna hjá Vága kommunu.

Í sambandi við at flotbrúgvin til Sverra er flutt, og eisini oljuútgerðin hjá Magn við bátahylin, er nú møguligt at fáa nøkur bátapláss afturat í bátahylinum í Miðvági, har stórur eftirspurningur er eftir bátaplássi, skrivar Vága kommuna.

So seint sum mikudagin vóru boð eftir Sverra. Tað var til at hjálpa einum útróðrarbáti, sum hevði fingið maskinbrek á eini leið vestan fyri Skúvoy. Sverri sleipaði útróðrarbátin til Skopunar.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 15. februar 2024

20
Leygardagur 17. februar 2024

Anguteeraq er serbygdur til fiskiskap í Grønlandi

Vit eru fegnir yvir, at grønlendingar eru áhugaðir í okkara bátum. Teir byggja nýggjar bátar til útróður, meðan vit í Føroyum, tíverri ikki byggja nýggjar útróðrarbátar, men endurnýggja og kanska forleingja okkara gomlu bátar, ella keypa brúktar úr útlondum

(Mynd: Torleif Johannesen / Sjómansmissiónin)
SkrivaÐ:

Føroyska Sjómansmissiónin

- Vit eru fegnir yvir, at grønlendingar eru áhugaðir í okkara bátum. Teir byggja nýggjar bátar til útróður, meðan vit í Føroyum, tíverri ikki byggja nýggjar útróðrarbátar, men endurnýggja og kanska forleingja okkara gomlu bátar, ella keypa brúktar úr útlondum.

Tað sigur Jóhan Hendrik Olsen, stjóri á AWI-boats/UniVice í Runavík.

- Tað er felagið Alisa ApS í Ilulissat, sum hevur latið bátin byggja. Hann er 39 føtur langur og hevur ein 266 hk. Volvo motor. Navtiskt er hann útgjørdur við tí nýggjasta, og á dekkinum er línu- og garnaspæl. Hann er eisini fyrireikaður til krabbafiskiskap og kann hava kassar ella kør í lastini, sigur hann.

- Báturin er serbygdur til fiskiskap í Grønlandi. Tað merkir, at hann er ísforstyrktur, hevur ísbrótarastevni og er væl bjálvaður. Harafturat hevur hann bógskrúvu, sigur Jóhan Hendrik.

[object Object]Jóhan Hendrik Olsen (Mynd: Torleif Johannesen / Sjómansmissiónin)

- Tað er spenningur millum grønlendskar útróðrarmenn, tí vit hava ein 33 fót útróðrarbát í gerð.  Harafturat gera vit eisini ein 33 fót ferðamannabát, sum er sama slag sum tann, vit gjørdu í fjør, so tað er hugaligt, sigur Jóhan Hendrik Olsen.

Báturin fer til Grønlands við farmaskipið ein av fyrstu døgunum.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 16. februar 2024

21 Leygardagur 17. februar 2024

Partabrøvini í Pf. Smyril-Line ikki seld á hesum sinni

Nakrir møguligir keyparar vístu áhuga, men tá samanum kom, fekk landsstýrið einki boð uppá partabrøvini

Norrøna (Savnsmynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Í vár fekk løgmaður heimild í fíggjarlógini fyri 2023 at selja partabrøvini, sum landið eigur í Pf. Smyril-Line. Faroe Law, Numo og Kamaradvokaturin Poul Schmith vunnu útboðið hjá Løgmansskrivstovuni um at standa fyri søluni.

Tilgongdin er nú komin at enda og niðurstøðan er, at eingin søla verður á hesum sinni av partabrøvunum, sum landið eigur í Pf. Smyril-Line. Nakrir møguligir keyparar vístu áhuga, men tá samanum kom, fekk landsstýrið einki boð uppá partabrøvini.

Landstýrið fer í næstum at taka støðu til, hvat víðari skal henda við partabrøvunum.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 12. februar 2024

22 Leygardagur 17. februar 2024

Golfstreymurin er møguliga í ferð við at vikna

Avleiðingarnar av hesum eru millum annað, at hitin Norðurevropa lækkar sera nógv, serliga vetrarhálvárið. Slík úrslit skulu tó altíð tulkast við fyrivarni

Í nýggjari grein í vísindaliga tíðarritinum Science Advances vísa hollendskir granskarar á, at ”Golfstreymurin” er á veg á eitt markamót. Hetta byggja teir á úrslit frá eini royndarkoyring við nýggjastu útgávu av einum globalum klimamyndli. Í royndarkoyringini er feskvatn so við og við koyrt út í eitt øki í Norðuratlantshavi við tí endamáli at kanna, hvørja ávirkan tað hevur á Golfstreymin
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Í nýggjari grein í vísindaliga tíðarritinum Science Advances vísa hollendskir granskarar á, at ”Golfstreymurin” er á veg á eitt markamót. Hetta byggja teir á úrslit frá eini royndarkoyring við nýggjastu útgávu av einum globalum klimamyndli. Í royndarkoyringini er feskvatn so við og við koyrt út í eitt øki í Norðuratlantshavi við tí endamáli at kanna, hvørja ávirkan tað hevur á Golfstreymin.

Golfstreymurin er partur av tí sonevnda termohalina rákinum, sum fer um allan heim (Mynd 1). Hetta rák sendir heitan Atlantsjógv fram við Føroyum og inn í Norðurhøv, har stórur partur av sjógvinum søkkur og fer út aftur sum sokallað yvirflot tvørtur um Grønland-Skotland ryggin (Mynd 2).

Høvuðsdrívmegin fyri bæði yvirfloti og heita innrákinum av Atlantssjógvi er køling. Luftin yvir Norður¬høvum er køld og kølir sjógvin í vatnskorpuni. Tess meiri sjógvurin kølnar, tyngri verður hann. Henda køling er sostatt sum ein pumpa, ið pumpar tann kalda yvirflotssjógvin niður í dýpið og út í neðra og tann heita Atlantssjógvin inn í erva. Høga saltinnihaldið í Atlantssjógvi er eisini við til at dríva rákið, tí jú hægri saltinnihaldið er, jú tyngri er sjógvurin.


Mynd 1. Tað termohalina rákið. Sjógvur søkkur í Norðurhøvum, í Labradorhavi og við Antarktis og spjaðist niðri í dýpinum um øll heimshøvini (blá linja). Úti í høvunum rísur hann spakuliga móti vatnskorpuni, har hann verður hitaður og vendir aftur til økini, har hann sakk (reyð linja). (Úr “Veðurlagsbroytingar”, 2011 eftir Boga Hansen).

Mynd 2. Skurður tvørtur um Grønland-Skotland ryggin. Tann kalda luftin yvir Norðurhøvum fær sjógvin í vatnskorpuni at gerast so kaldur og tungur, at hann søkkur og fyllir tað mesta av Norður-høvum við ísakøldum sjógvi. Hetta elvir til yvirflot, sum flytur kaldan sjógv út úr Norður¬høvum niðri við botn. Tað fær vatnskorpuna í Norður¬høvum at lækka og ger eitt hall tvørtur um ryggin. Hallið gevur ta kraftina, sum fær Atlants¬sjógv at reka yvir um ryggin og inn í Norðurhøv. Legg til merkis, at vatnskorpuhallið á myndini er nógv yvirdrivið. Bara nakrir centimetrar eru á muni millum vatnskorpuna báðu megin ryggin. Hinvegin røkkur tann kaldi sjógvurin í Norður¬høvum næstan upp í vatnskorpuna nógvastaðni.

Tað termohalina rákið er sera týdningarmikið fyri veðurlagið á jørðini og er orsøkin til, at Føroyar og Norðurevropa hava lutfallsliga heitt veðurlag. Globala upphitingin, sum stavar frá CO2 og øðrum útláti, fer at hita luftina yvir Norðurhøvum. Hetta kann hugsast at minka um kølingina frá luftini og gera pumpuna veikari. Harafturat fær upphitingin eitt nú innlandsísin í Grønlandi at smelta, so at feskvatn rennur á sjógv og ger sjógvin feskari. Ótti hevur tí verið um, at bæði yvirflot og rákið av heitum Atlantssjógvi kunnu vikna munandi.

Fyri at kanna útlitini fyri hesum og hvussu globala upphitingin sum heild fer at ávirka veðurlagið á jørðini, verður stór orka løgd í alsamt at menna og betra globalar veðurlags-myndlar. Myndlarnir kunnu brúkast til at spáa um, hvussu veðurlagið verður í framtíðini, og kunnu eisini brúkast til at kanna ymiska ímyndaða ávirkan, eitt nú ymsar mongdir av CO2-útláti.

Í eini nýggjari grein í vísindaliga tíðarritinum Science Advances hava hollendskir granskarar, við van Westen á odda, brúkt ein av nýggju globalu veðurlagsmyndlunum (CESM) at kanna, hvussu ein javnt vaksandi tilføring av feskvatni í syðra parti av Norðuratlantshavi ávirkar termohalina rákið. Gongdin í termohalina rákinum verður roknað fyri meiri enn 2000, meðan nøgdin av feskvatni, ið verður latið út í Norðuratlantshavið, so líðandi veksur.

Vatnið blandast við Atlantssjógvin og ferðast norðureftir og fyrstu nógvu øldirnar er ikki so stór ávirkan á rákið. Men vaksandi nøgdin av feskvatni ger, at saltinnihaldið í Atlantssjógvi lækkar og hetta kann forða fyri, at sjógvurin verður nóg tungur at søkka. Og brádliga ávirka ”feedback” mekanismur termohalina rákið so nógv, at tað fer um eitt markamót (tipping point) og yvir eitt hundrað ára tíðarskeið minkar rákið niður í onki. Avleiðingarnar av hesum eru sera stórar og í greinini verður m.a. víst á, at hitin í Norðurevropa lækkar sera nógv, serliga vetrarhálvárið (Mynd 3).


Mynd 3. Broytingar í hita í februar mánað yvir eitt tíðarskeið uppá 100 ár tá termohalina rákið viknar sera nógv. Reyðu prikkarnir eru ymsir býir og vísa til aðra mynd í greinini. Myndin er frá: ScienceAdvances, RENÉ M. VAN WESTEN, MICHAEL KLIPHUIS, AND HENK A. DIJKSTRA .

Sjálvt um globalu veðurlagsmyndlarnir hava ment seg nógv, so hava teir enn nógv lýtir. Tískil skulu slík úrslit altíð tulkast við fyrivarni. Men niðurstøðan í hesi grein er ein ábending um, hvat kann henda við veðurlagnum við okkara leiðir, um globala upphitingin heldur fram.

Kelda: Havstovan

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 15. februar 2024

23 Leygardagur 17. februar 2024

Krøv fyri meira enn fimm milliónir í gomlu Dimmalætting

Størsta krav er frá fyrrverandi eigaranum, men eisini starvsfólk og fríyrkisfólk hava gjørt krav uppá stórar upphæddir

(Savnsmynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Krøvini í búnum í Spf. 01.02.2023 (áður Dimmalætting) eru fyri 5.057.867,87 krónur.

Tað stendur í rundskrivi til kreditorarnar í sambandi við skiftifund, sum skuldi vera í dag.

Ognir í alt fyribils eru settar til 543.896,79 krónur, men tað munar lítið í mun til øll krøvini.

164.870 krónur eru sonevnd seperatistkrøv frá nýggju Dimmalætting. Hetta eru krøv, sum nýggja Dimmalætting metir, eigur at vera rindað fyrst, áðrenn nakað verður goldið.

Seperatistkrøv kunnu vera upphæddir, sum av misgáum eru rindaðar til konkursbúgvið, eftir at felagið er farið undir konkursviðgerð, men av røttum skuldi verið goldnar til nýggja felagið.

Fleiri fyrrverandi starvsfólk og fríyrkisfólk, hava gjørt krav uppá lønir. Tað eru sonevnd priviligerað krøv, sum eru fyri í alt 415.910,96 krónur. Harav er kravið frá blaðstjóranum í gamla felagnum meira enn helvtin.

Ein partur av leiðsluni hevur eisini koyrt pengar í felagið. Meira enn 600.000 krónur er kravið frá bókhaldaranum í gamla felagnum.

Størsta kravið er frá fyrverandi eigaranum, sum metir seg hava krav upp á knappar 2,5 milliónir krónur.

Eisini er ivi um miðlastuðul upp á 162.540,30 krónur, sum nýggja Dimmalætting sigur seg hava rætt til. Í hesum førum metir kurator upphæddina at vera 50.000 krónur.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 16. februar 2024

24 Leygardagur 17. februar 2024

Útivið hálva aðru millión í halli

Frihedsbrevet hevur havt tungan rakstur fyrsta árið. Batar eru tó at hóma, sambært leiðslufrágreiðingini

Frihedsbrevet.fo sá dagsins ljós beint undan løgtingsvalinum 2022 við Barbaru Holm á odda. Afturat sær hevur hon Jan Lamhauge og Rólant Waag Dam (Mynd: Frihedsbrevet.fo)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Botnlinjan hjá nýggja miðlinum Frihedsbrevet vísir 1,4 milliónir krónur í halli eftir fyrsta árið, og fíggjarstøðan vísir eina negativa eginogn uppá 1,4 millión krónur.

Tað vísir roknskapurin sum er kunngjørdur á Vinnuvitan.biz.

- Fyrsta roknskaparár er lutvíst merkt av uppstartsútreiðslum og vanligum rakstrarútreiðslum áðrenn felagið byrjaði at selja sínar tænastur og lutvíst av at inntøkurnar eru komnar meira líðandi enn rakstrarútreiðslurnar, stendur í leiðslufrágreiðingini í roknskapinum.

- Inniverandi roknskaparár er fyrsta ár við fullum rakstri. Felagið hevur sæð framgongd í søluni frá byrjan og um tann gongdin heldur fram, roknar leiðslan við munandi betri rakstri fyri inniverandi ár. Umframt at arbeiða við at skaffa fleiri inntøkur, arbeiðir leiðslan framhaldandi við at laga útreiðslurnar til at tryggja felagnum neyðugt gjaldføri.

Í roknskapinum er eisini óvissa um framhaldandi rakstur. Stórtsæð øll skuld felagsins er til móðurfelagið, danska Frihedsbrevet. Móðurfelagið hevur givið felagnum váttan um, at fram til 30. september 2024 skal hendan skuldin bert rindast um felagið er ført fyri tí, stendur at lesa í roknskapinum.

Lønarútreiðslurnar hjá Frihedsbrevet í 2023 vóru góðar 1,8 milliónir krónur. Bruttovinningurin var 436.000 krónur.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 13. februar 2024

25 Leygardagur 17. februar 2024

Almennir fundir um burðardygga ferðavinnu

Øll skulu fáa høvi at koma til orðanna, áðrenn uppskotið til løgtingslóg um burðardygga ferðavinnu verður lagt fyri tingið, sigur Uttanríkis- og vinnumálaráðið

 
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Løgtingslóg um burðardygga ferðavinnu fær týdning fyri alt Føroya fólk, og tí skulu øll fáa høvi at koma til orðanna, áðrenn uppskotið verður lagt fyri Løgtingið.

Høgni Hoydal, landsstýrismaður, leggur fram og síðani eru øll vælkomin at gera viðmerkingar, at reisa atfinningar, ivamál og koma við uppskotum um loysnir og samstarv.

Fundir hava verið á Giljanesi, í Havn, í Skúvoy, Skálavík og í Mikladali.

Mánadagin verður fundur í miðnámsskúlanum í Hovi, týsdagin í skúlanum við Streymin og mikudagin í Skálanum í Klaksvík. Allir fundirnir byrja kl. 19.30.

    Uppskotið er til almenna hoyring. Øll eru vælkomin at senda ráðnum viðmerkingar innan 22. februar 2024 kl. 15.

    Greinin varð fyrstu ferð løgd út 12. februar 2024

    26 Leygardagur 17. februar 2024

    VB-húsið er nú fyri dagføringum

    Byrjað verður við at gera vesini, og júst hetta kostar umleið 700.000 krónur. Arbeitt verður í stigum, og skiftingarrúmini standa skjótt fyri tørni

    Fleiri dagføringar skulu gerast í framtíðini, og neyðugt er at arbeiða í fleiri stigum í húsinum, sum er frá 1977 (Mynd: vagur.fo)
    SkrivaÐ:

    Agnar Prestá

    Dagføringar í VB-húsinum eru byrjaðar. Hetta skrivar Vágs kommuna á heimasíðu sínari.

    - Mentamálanevndin samtykti á seinasta fundi í januar at gera fleiri dagføringar í VB-húsinum. Tað verður byrjað við at gera nýggj vesir. Hettar arbeiði er longu byrjað. At gera hesar dagføringar var eisini staðfest bæði í fíggjarnevndini og einmælt samtykt á seinasta býráðsfundi.

    Mælt var til byrja at dagføra vesini í VB húsinum. Í hesum sambandi skal tað millum annað verða syrgt fyri, at atgongd er til fólk við skerdum førleikum. Mett verður at hendan dagførðingin av kostar umleið 700.000 krónur, skrivar vagur.fo.

    Fleiri dagføringar skulu gerast í framtíðini, og eitt nú skulu skiftingarrúm skjótt hava eina eina hond. Neyðugt er at arbeiða í fleiri stigum

    - Hetta er sera tiltrongd og er altneyðugt. VB húsið er frá 1977, og ítróttahøllin er frá 1980, tey treingja bæði til stórar dagføringar. Okur noyðast, at halda áfram og at vilíkahalda og best er at gera hesar dagføringarnar stigvís, tí tað er ov kostnarmikið at gera alt í senn. Arbeiði er byrjað, í ár er jú stór tiltøk fyri framman bæði Dansibandfestivalur og Jóansøkan nærkast.

    Hetta sigur Levi Mørk, formaður í mentamálanevndini hjá Vágs kommunu. 

    Nakað av arbeiði er longu gjørt í VB húsinum og í Ítróttahøllini - av eldsálum og arbeiðsmonnum hjá Vágs kommunu.

    Greinin varð fyrstu ferð løgd út 14. februar 2024

    27 Leygardagur 17. februar 2024

    Árligi tunnuslátturin í Sumba

    Leygardagin var stóru siðbundni tunnuslátturin í Sumba

    (Mynd: Bjartur Vest)
    SkrivaÐ:

    Sverri Egholm

    Myndirnar tók Bjartur Vest. Sí allar myndirnar her

    [object Object]

    [object Object]

    [object Object]

    Greinin varð fyrstu ferð løgd út 10. februar 2024

    28 Leygardagur 17. februar 2024

    43 umsøkjarar fáa tilsamans 96 mánaðarlønir

    Rógvi á Rógvu fær starvsløn í 12 mánaðir, og Durita Dahl Andreasen fær starvsløn í 6 mánaðir, og 41 onnur fáa starvsløn í 1-3 mánaðir

    Rógvi á Rógvu, tónleikari, fær starvsløn í 12 mánaðir (Savnsmynd)
    SkrivaÐ:

    Alda Nielsdóttir

    Nú hevur nevndin í Mentanargrunni Landsins gjørt av, hvør skal hava starvsløn og íverksetanarstuðul til listaligt og mentanarligt arbeiði fyri 2024.

    Starvsløn varð latin Rógva á Rógvu, tónleikara, sum fær starvsløn í 12 mánaðir, og Duritu Dahl Andreasen, sjónleikara, sum fær starvsløn í seks mánaðir. Harumframt fingu 41 umsøkjarar starvsløn í  ein, tveir og tríggjar mánaðir.

    Grunnurin fekk í alt 102 umsóknir, um starvsløn og søkt varð um starvsløn fyri slakar 43 milliónir krónur. Av hesum vóru 43 umsóknir játtaðar. Latnar vóru 96 mánaðarlønir tilsamans fyri góðar 3,1 milliónir, skrivar nevndin í tíðindaskrivi.

    [object Object]
    Durita Dahl Andreasen (Mynd: Sverri Egholm)

    Umsøkjararnir til íverksetanarstuðul vóru 15 í tali, og nevndin gjørdi av at lata hesum fýra íverksetanarstuðul fyri tilsamans 600.000 krónur: Jákup Dahl (palllist), Franklin Symphor Henriksen (filmslist), Heini Ragnarsson (tónlist), og Helga Djurhuus (myndlist).

    Niðanfyri sæst yvirlit yvir øll, sum fingu starvsløn fyri 2024:

    Tólv mánaðir: Rógvi á Rógvu

    Seks mánaðir: Durita Dahl Andreassen

    Tríggjar mánaðir: Høgni Mohr, Oddfríður Rasmussen, Ingun Christensen, Lena Nicolajsen, Anna Iachino, Niclas Johannesen, Rakel Helmsdal

    Tveir mánaðir: Jóhan Martin Christiansen, Marianna Winther Nagata, Barbara Lervig, Marianna Mørkøre, Ragnar Finsson, Rannvá Káradóttir Justinussen, Silja Aldudóttir, Kim Simonsen, Vár Berghamar Jacobsen, Sakaris Emil Sørensen, Bruno Michael Eysturstein, Janus á Húsagarði, Torfinnur Jákupsson, Eir í Ólavsstovu, Birita Adela Davidsen, Helena Heinesen Rebensdorff, Randi Samsonsen, Árni Dahl, Eyðun Klakstein, Guðrið Hansdóttir, Búi Rouch, Dania Odmarsdóttir Tausen, Steintór Rasmussen

    Ein mánaða: Katrin Jacobæus, Mariann Hansen, Katrin á Borg Johannesen, Diana Jógvansdóttir Hansen, Gunnvá Zachariasen, Guðrið Poulsen, Búi Egason Dam, Rannvá Holm Mortensen, Andreas Tykjær Restorff, Beinta á Torkilsheyggi, Árni Jóhannesson


    Greinin varð fyrstu ferð løgd út 13. februar 2024

    29 Leygardagur 17. februar 2024

    Janus Wiberg skal mótprógva veddingarfyritøkunum

    Vinnur Janus Wiberg Mortensen danska Melodi Grand prixið, fært tú upp til 25 ferðir pengarnar aftur

    (Mynd: DR)
    SkrivaÐ:

    Sverri Egholm

    Spyrt tú Danske Spil og Unibet, so er lítil ivi um hvør vinnur, og tað er eisini lítil og eingin ivi um, at tað verður ikki føroyski luttakarin, Janus Wiberg Mortensen.

    Danska Melodi Grand Prix verður í kvøld, og vit hava tí hugt nærri eftir vinnaramøguleikanum hjá veddingarfyritøkunum Danske Spil og Unibet.

    Setur tú tínar pengar á Janus Wiberg Mortensen við lagnum "I Need Your Love" hjá Danske Spil og Unibet fært tú ávikavist 22 og 25 ferðir pengarnar aftur.

    Hinvegin ber til at atkvøða um, at sterka røddin úr Havn er millum trý tey fremstu. Fyri tað fær man pengarnar 4,50 og 7,5 ferðir pengarnar aftur hjá ávikavist Danske Spil og Unibet.

    SABA við lagnum "Sand" er sambært bæði Danske Spil og Unibet nærum ein tryggur vinnari, og her fáast pengarnir aftur ávikavist tvær ferðir og 1,75 ferðir.

    Danske Spil
    SABA: Sand (2,00)
    Aura: Mirrorball Of Hope (3,50)
    Basim: Johnny (7,00)
    RoseeLu: Real Love (13,00)
    UBLU: Planetary Hearts (16,00)
    Janus Wiberg: I Need Your Love (22,00)
    Steela: Sign Here (30,00)
    Chu Chu: The Chase (30,00)

    Unibet
    SABA: Sand (1,75)
    Aura: Mirrorball Of Hope (375)
    Basim: Johnny (8,00)
    RoseeLu: Real Love (12,00)
    Chu Chu: The Chase (25,00)
    Janus Wiberg: I Need Your Love (25,00)
    UBLU: Planetary Hearts (26,00)
    Steela: Sign Here (35,00)

    Greinin varð fyrstu ferð løgd út 16. februar 2024

    30 Leygardagur 17. februar 2024

    Tróndur og Brandur Patursson á Listasavninum

    Framsýningin við eldri og nýggjum verkum, ið kallast "Ljós og litir", letur upp 16. februar

     
    SkrivaÐ:

    Alda Nielsdóttir

    Í gjár lat upp framsýning á Listasavni Føroya við eldri og nýggjum verkum eftir feðgunum Trónd og Brand Patursson.

    Framsýningin, ið kallast "Ljós og litir", er opin fram til 7. apríl.

    – Tróndur Patursson er ein av okkara mætastu listamonnum, og seinastu árini hevur Brandur, sonur Trónd, eisini tikið seg inn á fremstu røð á føroyska listapallinum. Teir báðir hava í mong ár arbeitt við listini lið um lið. Teir hava í felag prýtt kirkjur og onnur almenn støð við glæsiligari list, bæði í Føroyum og úti í heimi.

    – Hóast samanflættaða arbeiðslívið, so hava feðgarnir hvør sítt listaliga úttrykk, ið hendan framsýningin verður karmur um. Høvi verður at síggja summi av teirra høvuðsverkum, samstundis sum litið verður aftur á tað farna, nú Tróndur hátíðarheldur sín 80 ára føðingardag í mars, skrivar Listasavnið í tíðindaskrivi.

    [object Object](Savnsmynd: Jan Müller)


    Greinin varð fyrstu ferð løgd út 10. februar 2024

    31 Leygardagur 17. februar 2024

    Alice Boman á G!

    Svenska songkvinnan hevur síðani 2013 givið út fleiri útgávur, og løg hennara hava verið brúkt í fleiri kendum sjónvarpsrøðum

     
    SkrivaÐ:

    Tíðindaskriv

    Alice Boman kemur á G! við sínum eltandi huglagi og nemandi løgum. Hon fekk sítt stóra altjóða gjøgnumbrot við lagnum "Wating" av fyrstu útgávu síni Skisser.

    Upprunaliga var tað bara ein demo, sum svenska songkvinnan sendi avstað, við vón um at sleppa í studio at spæla sín tónleik inn ordiliga. Men, tá ið avtornaði, vóru tað júst hesar makaleysu upptøkur, ið blivu útgivnar av plátufelagnum Adrian Recordings.

    Soleiðis byrjaði tónleikaliga ferðin við útgávuni Skisser. Ráur og reiðiligur tónleikur, við tekstum sum tala søguna hjá teimum við hjartasorg.

    Talan er ikki um nakra skínandi, popputta glansmynd - tvørturímóti. Men letur tú fyrst hesa undurfullu songkvinnu sleppa innum, so sleppur tú ikki av aftur við hennara eltandi huglag.

    Hon hevur síðani 2013 givið út fleiri útgávur, og tónleikur hennara mennist alsamt, uttan at hon hevur mist seg sjálva burtur á ferðini. Løg hennara hava verið brúkt í fleiri kendum sjónvarpsrøðum; "Transparent", "Wanderlust" og "13 Reasons Why".

    Greinin varð fyrstu ferð løgd út 13. februar 2024

    32 Leygardagur 17. februar 2024

    Listaflogstuðulin hækkar til 125.000 krónur

    Hetta er sættu ferð, at Atlantic Airways letur Listaflogstuðulin

    (Savnsmynd: Sverri Egholm)
    SkrivaÐ:

    Sverri Egholm

    Eins og undanfarin ár letur Atlantic Airways aftur í ár stuðul gjøgnum stuðulsskipanina Listaflog. Listaflog verður latið listafólki, ið hava útbúgving ella aðra fakliga viðurkenning og arbeiða heilt ella partvís sum yrkislistafólk. Og í ár er gjørt av at hækka stuðulin við 25.000 krónum. soleiðis, at hann nú verður 125.000 krónur.

    Hetta er sættu ferð, at Atlantic Airways letur Listaflogstuðulin. Listaflog varð sett á stovn í 2016 í sambandi við, at flogfør og tyrlur hjá Atlantic Airways fingu nøvn eftir mætum føroyskum listafólkum. Stuðulin varð ikki latin í 2020 og 2021.

    - Nú eru longu átta ár síðani, vit settu stuðulsskipanina á stovn, og kostnaðarstøðið er hækkað nógv síðani tá, so tí hava vit gjørt av at hækka upphæddina, vit lata gjøgnum Listaflog. Áhugin fyri Listaflogi er stórur; í fjør fingu vit heili 25 umsóknir inn, sum fevndu um nógvar ymiskar listagreinar, og tað fegnast vit sjálvandi um, sigur Jóhanna á Bergi, stjóri í Atlantic Airways.

    Ein trímannanevnd ger av, hvør ella hvørji fáa stuðulin. Jóhan Martin Christiansen, umboð fyri Listafólkasamband Føroya, Alda Joensen, umboð fyri almanna- og mentamálaráðið og Annika Larsen Black, umboð fyri nevnd og leiðslu í Atlantic Airways, sita í nevndini í ár.

    Listaflog er áður latið Jóhan Martini Christiansen og Hansinu Iversen (2017), Heiðriki á Heygum (2018), Sunleifi Rasmussen, Gretu Svabo Bech og Det Ferösche Compagnie (2019), Kristinu Thede Johansen (2022) og Brimheim (2023).

    Evsta mark at søkja stuðulin er sunnukvøldið 17. mars á miðnátt. Vanliga verður kunngjørt, hvør fær stuðulin á føðingardegnum hjá Atlantic Airways, 28. mars, men av tí, at dagurin fellur á skírhósdag í ár, verður avdúkað, hvør fær Listaflog í vikuni eftir páskir.

    Greinin varð fyrstu ferð løgd út 16. februar 2024

    33 Leygardagur 17. februar 2024

    Shell við til at menna alduorku í Orknoyum

    Talan er um eina verkætlan, sum fevnir um elframleiðslu frá alduorku eins og battarískipanir til goymslu av orkuni

     
    SkrivaÐ:

    Jan Müller

    Verkætlanin, sum er á royndarstigi, hevur verið í gongd síðani 2021, og hevur fingið nógva jaliga umrøðu í grøna og varandi orkuumhvørvinum í heiminum.

    Mong lond og fyritøkur arbeiða miðvíst við at menna alduorku og eru Orknoyggjarnar eitt av plássunum, har umfevnandi tøkniligar loysnir verða royndar.

    Talan snýr seg um at framleiða streym frá einum bylgjuorkuverki eins og menna eina battarískipan, sum kann goyma orkuna.

    Bæði grønar tøkniligar orkufyritøkur og olju- og gassfeløg eru við í verkætlanini, sum hevur til endamál at kunna menna og brúka varandi orkutøkni til tess at fáa meira orku til høldar við minni útláti.

    Eitt av úrslitinum er at menna smærri alduorkuverk, ið kunnu brúkast í oyggjasamfeløgum. Orknoyar eru eitt væl egnað stað til hesar royndir.  

    Seinast hevur heimsins størsta orkufelag, Shell, gjørt av at vera partur av verkætlanini, sum eisini fevnir um menning av útgerð til elektrolysu til  framleiðslu av vetni.

    Hini feløgini, sum eru partur av hesi spennandi og nýskapandi orkuverkætlanini, eisini nevnd BlueX í føroyska grannalagnum,  eru Mocean Energy, Verlume, Baker Hughes, Serica Energy, Harbour Energy, Transmark Subsea, PTTEP, TotalEnergies og Net Zero Technology Centre.

    [object Object]






    Greinin varð fyrstu ferð løgd út 12. februar 2024

    34 Leygardagur 17. februar 2024

    Orknoyar menna grøna orkuskiftið við 125 vindmyllum

    Í Orknoyum eru ætlanir um at fara undir menning av vindorku til havs umframt at framleiða vetni

     
    SkrivaÐ:

    Jan Müller

    Talan er um at útbyggja eina risastóra vindmylnulund til havs í Orknoyum. Økið, har vindmyllur skulu setast upp, liggur 30 kilometrar vestan fyri oyggjarnar. Hetta er partur av eini menningarætlan, sum hevur verið arbeitt við í fleiri ár.

    [object Object]

    Verkætlanin fær undirtøku í Orknoyggjum eins og í Skotlandi. Higartil eru gjørdar umfevnandi umhvørvisligar kanningar í økinum. Nú er upp til skotskar ráðharrar og myndugleikarnar í Orknoyggjum at taka endaliga avgerð um ætlanina, sum snýr seg um einki minni enn 2-GW, ið  fevnir  um 125 vindmyllur, ið  fara at standa á havbotninum.

    Ætlanin er at framleiða fyrsta streymin frá vindmylnulundini í 2029. Fyritøkurnar, sum standa aftanfyri, eru TotalEnergies, Corio Generation og  Renewable Infrastructure Development Group.

    Í Orknoyum hava tey eisini ætlanir um at kunna fara enn longur við grøna orkuskiftinum og verður m.a. arbeitt við at fara undir at framleiða grønt vetni á Flotta í oyggjunum, sum kann brúka streym frá komandi vindmylnulundini til havs til hesa framleiðsluna.

    Greinin varð fyrstu ferð løgd út 15. februar 2024

    35 Leygardagur 17. februar 2024

    Mærsk gongur undan at byggja nýggj skip til grønt brennievni

    Fyrsta stóra bingjuskipið, ið skal brúka grønt brennievni, hevur fingið navnið “Ane Mærsk” við eitt hátíðarhald á skipasmiðjuni í Suðurkorea

     
    SkrivaÐ:

    Jan Müller

    Mærsk, sum telist millum heimsins størstu reiðarí, tók í fjør tað fyrsta bingjuskipið yvirhøvur, sum skal sigla við e-metanol, í brúk. Talan er um “Laura Mærsk”.

    Mærsk hevur lagt seg eftir at raðfesta grønt brennievni í sínum framtíðar skipaflota og hevur bílagt 24 e-metanol bingjuskip. Millum hesi av teimum heilt stóru bingjuskipunum er “Ane Mærsk” tað fyrsta av sjey, sum kann flyta 16.000 bingjur. Longu í 2025 roknar Mærsk við at hava fingið 19 av skipunum og fram til 2027 tey seks írestandi. Hetta skrivar Søfart. 

    Greinin varð fyrstu ferð løgd út 14. februar 2024

    36 Leygardagur 17. februar 2024

    Russiski andstøðingurin Navalnyj deyður

    Hann skal vera deyður í fongslinum, 47 ára gamal

    Aleksej Navalnyj (Mynd: EPA)
    SkrivaÐ:

    Sverri Egholm

    Russiski andstøðupolitikkarin Aleksej Navalnyj er deyður. Tað upplýsa fongsulsmyndugleikarnir í Jamal-Nenets-økinum, har hann sat sín dóm, sambært Reuters tíðindastovinum.

    Á heimasíðuni hjá myndugleikunum stóð í gjár, at Navalnyj var illa fyri eftir ein gongutúr, og misti nærum viti.

    Læknar vóru boðsendir, men kláraðu ikki at bjarga Navalnyj.

    47 ára gamli Navalnyj var mest kendi kritikkarin av russiska forsetanum, Vladimir Putin. Í 2018 stillaði hann upp til forsetavalið, men varð noktaður av hægstarætti í Russlandi.

    Hann var í 2020 innlagdur á sjúkrahúsi eftir at hava verið eitraður. Hann yvirlivdi, men hevur síðan sitið í fongsli. Hann skuldi sita í 30 ár.

    Greinin varð fyrstu ferð løgd út 16. februar 2024

    37 Leygardagur 17. februar 2024

    Alexander Stubb verður nýggjur forseti í Finnlandi

    Hann fekk 51,6 prosent av atkvøðunum, meðan mótstøðumaður hansara, Pekka Haavisto fekk 48,4 prosent

    (Mynd: EPA)
    SkrivaÐ:

    Alda Nielsdóttir

    1. mars verður Alexander Stubb forseti í Finnlandi. Tað er greitt, eftir at allar atkvøðurnar frá forsetavalinum sunnudagin vóru taldar upp.

    55 ára gamli Stubb úr konservativa Samlingspartiet, sum fyrr hevur verið m.a. forsætisráðharri, uttanríkismálaráðharri og fíggjarmálaráðharri, fekk 51,6 prosent av atkvøðunum, meðan mótvalevni hansara, Pekka Haavisto, fyrrverandi uttanríkismálaráðharri, sum upprunaliga er úr grøna flokkinum, fekk 48,4 prosent.

    Sambært finska miðlinum Yle vóru færri enn 99.000 atkvøður á muni millum tey bæði valevnini, og valluttøkan var 70,7 prosent, skrivar DR.

    Longu tíðliga sunnukvøldið, tá 94 prosent av atkvøðunum vórðu taldar, útnevndi Stubb seg sjálvan til vinnara av valinum, og áðrenn tað hevði Pekka Haavisto eisini ásannað, at hann helst fór at tapa.

    Stubb vann eisini fyrsta valumfarið 28. januar. Tá fekk hann 27,2 prosent av atkvøðunum, meðan Haavisto fekk 25,8 prosent.

    Forsetin í Finnlandi hevur ein formligan leiklut, men hann stendur eisini á odda fyri uttanríkis- og trygdarpolitikkinum. Sitandi forsetin, Sauli Niinistö, ið eins og eftirmaður hansara, umboðar Samlingspartiet, hevur í mars sitið í 12 ár - tvey seksáraskeið á rað, sum er tað longsta, ein kann sita, og stillaði hann tí ikki upp á valinum í ár.

    Greinin varð fyrstu ferð løgd út 12. februar 2024

    38 Leygardagur 17. februar 2024

    Jan Günter fekk Heiðursskjal Poul E. Petersen

    Tað fekk hann fyri sítt ótroyttiliga arbeiði fyri judo

    Kerstin Laksáfoss, starvsnevndarlimur í ÍSF, handaði Jan Günther skjalið (Mynd: Jens Kr. Vang)
    SkrivaÐ:

    Sverri Egholm

    Níggju fólk hava áður fingið heiðurskjal Poul E. Petersen, og leygarkvøldið legðist Jan Günter afturat teimum.

    Jan Günter fekk heiðurin fyri sítt ótroyttiliga arbeiði innan judoítróttina, og var tað ikki fyri hann, er spurningurin hvar judo í Føroyum var.

    - Tað er altíð eitt herðaklapp sjálvt um tað er komið nakað seint, segði Jan Günter skemtandi tá hann móttók heiðurin.

    [object Object](Mynd: Jens Kr. Vang)

    Heiðursskjal Poul E. Petersen varð latið Jan Günther fyri hansara ótroyttiliga, sjálvbodna arbeiði fyri Havnar Judofelag og fyri judo-ítróttina í Føroyum yvirhøvur.

    Jan var við frá byrjan. Hann var við at stovna Havnar Judofelag í 1971 og eisini Judosamband Føroya í 1981. Jan hevur ótroyttilig arbeitt fyri at menna judo-ítróttina bæði her heima, men eisini altjóða.

    Jan eigur stóran æru í, at tað í dag eru seks judofeløg í Føroyum og at judo er í stórari menning.

    Endamálið við at lata Heiðursskjal Poul E. Petersen er at heiðra eldsálum í føroyskari ítrótt, og fyri henda heiðurin fekk Jan Günther eisini gullnál ÍSF.

    Sí allar myndirnar frá fagnaðinum í Løkshøll her


    Greinin varð fyrstu ferð løgd út 10. februar 2024

    39 Leygardagur 17. februar 2024

    Hondbólturin eigur ársins ítróttanavn

    A-landsliðið hjá monnum í hondbólti varð kosið ítróttanavn á Ítróttafagnaðinum

    Bara Ísak Vedelsbøl av spælarunum á landsliðnum er í Føroyum. Allir hinir spæla uttanlands og høvdu dyst farna vikuskiftið. Á myndini síggjast frá vinstru Jóngerð Nielsen, leiðari, Mark Marcher, ítróttastjóri, Julian Johansen, hjálparvenjari, Ísak Vedelsbøll og Aksel V. Johannesen, løgmaður (Mynd: Jens Kr. Vang)
    SkrivaÐ:

    Sverri Egholm

    Seinasta heiðurslønin á Ítróttafagnaðinum í Løkshøll farna leygarkvøld var Ítróttarnavnið 2023.

    Tað gjørdist føroyska A-landsliðið hjá monnum í hondbólti sum varð kosið ítróttanavnið 2023.

    Hetta var fyri ótrúliga bragdið at vinna seg til EM endaspælið, sum í januar var í Týsklandi.

    Í uppskotið vóru annars KÍ fyri at spæla seg í bólkaspælið í Conference League, og snarljósið Jónas Gunnleivson Isaksen.

    A-landsliðið hjá monnum í hondbólti 

    Gongdin í føroyskum hondbólti hevur verið sera góð seinastu árini. Kortini var árið 2023 ein marknaðarsteinur, tí A-landsliðið hjá monnum vann sær pláss í EM-endaspælinum í januar 2024. Hetta er fyrstu ferð eitt føroyskt lið hevur rokkið einum endaspæli. 

    Allir føroysku leikararnir spæla longu – ella eru á veg at spæla –  yrkis- ella sáttmálahondbólt. M.a spæla tveir teirra í toppliðum í Bundesliguni í Týsklandi, sum verður mett at vera fremsta hondbóltsdeildin av øllum.

    At eitt føroyskt A-landslið skuldi spæla eitt EM endaspæl var bara fyri fáum árum síðani púra óhugsandi. Fyri føroyskan hondbólt kann týdningurin av hesum bragdið ikki lýsast við orðum. Og fyri føroyskan ítrótt sum heild er hetta somuleiðis ein áminning um týdningin av at seta sær høg mál og síggja møguleikar heldur enn forðingar.

    Fyri ótrúligu og søguligu avrikini varð A-landsliðið í hondbólti tilnevnt til ÍtróttaNAVNIÐ 2023.

    Greinin varð fyrstu ferð løgd út 10. februar 2024

    40 Leygardagur 17. februar 2024

    Jónas er stjørnuskotið 2023

    Ungi rennarin úr Bragdinum er kosin Ítóttastjørnuskot

    Jónas Gunnleivsson Isaksen, og Høgni Dávson Kunoy, taekwondo, sum handaði heiðurin (Mynd: Jens Kr. Vang)
    SkrivaÐ:

    Sverri Egholm

    Ungi rennarin úr Bragdinum, Jónas Gunnleivson Isaksen, hondbóltsúrmælingarnir á U19 landsliðnum hjá monnum og stórtalentið innan reiðítróttina, Rakel Brattalíð Tindskarð, vóru tey trý innstillaðu til heiðurin ÍtróttaSTJØRNUSKOTIÐ 2023.

    Heiðurin fór skjóta mannin, Jónas Gunnleivson Isaksen, sum hevur havt eitt øgiligt ár.

    [object Object](Mynd: Jens Kr. Vang)

    Kappingin á styttru renniteinunum á oyggjaleikunum er hørð, og Føroyar hava sjáldan havt nakran møguleika. Men á Guernsey í summar bragdaði. Føroyski hópurin var sterkur, og Jónas rann frá allari mótstøðu og vann gull bæði í 200 og 400 metra renning. Hann setti oyggjaleikamet á 400 metrum og sannlíkt eisini á 200 metrum, har tað tó miseydnaðist at taka tíðina.

    Longu ein mánað seinni megnaði Jónas – bara 17 ára gamal –  at gerast Evropameistari fyri U-20 á 400 metrum við tíðini 45,86 sekund. Tíðin var skjótari enn danska U20 metið og samstundis nýtt norðurlendskt juniormet.

    Jónas Gunnleivsson Isaksen hevur víst, at hann hevur fysikkin, evnini og stríðsviljan at vinna á hægsta stigi. Spennandi verður at fylgja menningini hjá hesum unglinginum, sum ikki bert hevur tikið føroyska, men eisini altjóða frælsa ítróttarheimin á bóli.

    Fyri síni serligu evni og framúr góðu úrslit í altjóða kappingum varð Jónas Gunnleivsson Isaksen tilnevndur til ÍtróttaSTJØRNUSKOTIÐ 2023.

    Greinin varð fyrstu ferð løgd út 10. februar 2024

    41 Leygardagur 17. februar 2024

    Ímyndin av frælsum ítróttum gjørdist ársins venjari

    Ítróttavenjarin 2023 er Heri Ziska

    Eyðvør Klakstein, fótbóltsspælari, handaði Hera Ziska heiðurin (Mynd: Jens Kr. Vang)
    SkrivaÐ:

    Sverri Egholm

    Ein av teimum sjey heiðurslønunum, sum verða latnar á ÍtróttaFAGNAÐINUM er ÍtróttaVENJARIN 2023.

    Í uppskotið til hendan heiður vóru Wong Fai Yin í Havnar Badmintonfelag, Heri Ziska í Hvirluni og Sarita Kristina Hansen í KÍF Kappróður 

    Og tað gjørdist Heri Ziska, sum fekk heiðurin.

    Hann man vera ímyndin av frælsum ítróttum í Føroyum. Hann íðkaði kastiítrótt í nógv ár og vann hópatals heiðursmerki á høgum støði. Samstundis setti hann seg tó eisini inn í allar hinar greinarnar í frælsum ítróttum og fór at læra frá sær. 

    Framvegis er hann venjari í Hvirluni – og alt sítt stóra arbeiðið ger hann sjálvboðin. Sama hvussu veðrið skikkar sær, sæst Heri á Tórsbreyt, har hann ótroyttiliga hevur vant, kveikt og motiverað óteljandi frælsar íðkarar. 

    Heri er nærlagdur og leggur sjáldsama nógva orku í venjaraleiklutin. Hann dugir væl at møta teimum ungu, har tey eru, og menna tey haðani. Hann virðir, at íðkararnir eru ymiskir, og leggur dent á, at tey skulu at venja tað, hugurin stendur til. Tey sleppa at mennast í friði, og eru tey betri enn seinast, ja, so hava tey vunnið, hóast tey ikki sleppa upp á sigurspallin.

    Av tí, at Heri kennir allar greinarnar í frælsum ítróttum, eru venjingarnar fjølbroyttar og áhugaverdar. Fær ein íðkari skaða, dugir hann væl at leggja venjingina til rættis, so at kroppurin styrknar aftur. 

    Hóast Heri er knýttur at Hvirluni sum venjari, er hann eisini instruktørur hjá øðrum venjarum og ger soleiðis sítt til at seta við. Hann er gávumildur við sínum royndum, síni vitan og mongu hugskotunum um, hvussu vit í Føroyum frameftir kunnu styrkja frælsa ítróttin. Hann er altíð klárur, tá ið heitt verður á hann, og sunnumorgnar sæst hann mangan sjálvur venja í kastiringinum. 

    Fyri sítt nærlagdni, ídni og sín ótroyttiliga venjaragerning frælsum ítrótti at frama varð Heri Ziska tilnevndur sum ÍtróttaVENJARIN 2023. 


    Greinin varð fyrstu ferð løgd út 10. februar 2024

    42 Leygardagur 17. februar 2024

    B71 er ársins felagsskapur

    ÍtróttaFELAGSSKAPURIN 2023 gjørdist fótbóltsfelagið í Sandoynni, B71. Karl Vidtfeldt, formaður, tók ímóti

    Tórbjørn Jacobsen, borgarstjóri í Runavíkar kommunu, handaði heiðurin til Karl Vidtfeldt, formann í B71 (Mynd: Jens Kr. Vang)
    SkrivaÐ:

    Sverri Egholm

    Á Ítróttafagnaðinum við Løkin farna vikuskiftið vórðu bestu ítróttafólk kosin. Men ein heiður, er ÍtróttaFELAGSSKAPURIN 2023. Í uppskoti vóru Mjølnir, B71 og HSF.

    Og tað bleiv B71 sum fekk stóra heiðurin at vera Ítróttafelagsskapurin 2023. Karl Vidtfeldt, formaður, tók ímóti.

    Soleiðis var grundgivið fyri tilnevningini:

    B71 er av sonnum ein savnandi felagsskapur fyri alla Sandoynna. Her eru bæði børn og vaksin virkin, og flestu fólk í oynni munnu onkursvegna hava eitt tilknýti til felagið – tað veri seg sum íðkarar, venjarar, áskoðarar ella hjálparfólk annars.  

    Hóast B71 fyrst og fremst er kent fyri fótbólt, fevnir felagið hartil eisini um flogbólt, hondbólt og futsal. 

    Fyri eina lítla oyggj sum Sandoynna – við smáum spjaddum bygdum – hevur tað ómetaligan týdning, at okkurt er, sum savnar øll. B71 skapar lív og samanhald í oynni, og tað skal ikki undirmetast hvønn sosialan, heilsuligan og lokalan týdning felagið hevur.

    Tað sigur kanska nakað um savnandi megina, at hóast fólkatalið á Sandoynni er lágt, samanborið við onnur øki í landinum, hevur B71 kortini lið við í kappingini hjá øllum árgangum, bæði á gentu- og dreingjasíðuni í fótbólti. 

    Stórt fokus hevur verið á tey sjálvbodnu í felagsskapinum. Tey eru grundvøllurin, sum alt virksemið byggir á, og tey gera tað møguligt hjá einum so lítlum felagi at vera virkið. Seinnu árini er limatalið nógv vaksið, og tað merkist eisini aftur í trivnaðinum í felagnum. 

    Fyri sín ómetaliga týdning fyri trivnað og samanhald í Sandoynni verður B71 tilnevnt til Ársins felagsskap. 

    Greinin varð fyrstu ferð løgd út 10. februar 2024

    43 Leygardagur 17. februar 2024

    - Alt fyri TB

    Eyðdis Ellendersen bleiv heiðrað sum Ítróttaeldsál 2023

    Katrin Dagbjartsdóttir, parasvimjari, handaði Eyðdis Ellendersen heiðurin (Mynd: Jens Kr. Vang)
    SkrivaÐ:

    Sverri Egholm

    - Alt fyri TB, segði Eyðdis Ellendersen tá hon fekk handað heiðurin sum ársins eldsál á Ítróttafagnaðinum í Løkshøll farna vikuskiftið.

    Um tilnevningina verður skrivað soleiðis:

    Síðani Eyðdis Ellendersen á fyrsta sinni kom í nevndina hjá TB í 2003, hevur hon lagt nógva tíð og orku í at hjálpa Tvøroyrar Bóltfelag við øllum hugsandi viðurskiftum. Bæði í góðum og truplum tíðum.

    Fyrstu árini hevði hon ungdsómsdeildina, men seinnu árini hevur hon havt ein fjøltáttaðan leiklut í starvsnevndini. Tað krevur nógv at reka eitt lítið felag sum TB – bæði praktiskt og fíggjarliga. Men Eyðdis er stórt sæð við til alt.  

    Tá ið skipast skal fyri árliga fótbóltsskúlanum, við 150 børnum úr øllum landinum, er Eyðdis við. Tá ið skipast skal fyri luttøku í kappingum uttanlands, er Eyðdis við. Tá ið peningur skal savnast inn, eitt nú við dansi, basari, tombola, bingo, neytamykjuapping o.s.fr, ja, so er Eyðdnis við. 

    Hvørt sunnukvøld lesur hon tøl upp í Online Bingo, sum TB fann uppá undir korona, og til allar heimadystir hjá TB er Eyðdis í sving, antin hon stendur fyri at selja atgongumerki, lutaseðlar ella kaffi – ella við at varta leikarar upp áðrenn dyst ella eftir venjing.

    Eyðdis sigur aldri nei, tá hon verður spurd. Heldur ikki til uppgávur, sum liggja uttanfyri hennara øki – til dømis í samband við leikarasáttmálar, fíggjarlig viðurskifti ella at bíleggja útlendskum leikarum ferðaseðlar. Eitt skifti var hon enntá forkvinna í TB.

    Jaligi hugburðurin hjá Eyðdis smittar bæði nevndarlimir og hjálparfólk í felagnum og ger trivnaðin góðan. Hetta positiva huglagið í TB hevur við sær, at fólk uttanfyri vilja sleppa uppí felagsskapin. 

    Fyri sítt jaliga lyndi, stóra hjálpsemi og týdningarmikla arbeiði í TB verður Eyðdis Ellendersen tilnevnd til Ársins ÍtróttaELDSÁL 2023 

    Greinin varð fyrstu ferð løgd út 10. februar 2024

    44 Leygardagur 17. februar 2024

    Gyða og Johanna ársins ítróttarsólstrálur

    Tað eru tær fyri sín jaliga hugburð og hjálpsemi í hondbóltsfelagnum Neistanum

    Hansina á Plógv, ið varð heiðrað við Heiðursskjali Poul E. Petersens á Ítróttafagnaðinum í fjør, handaði teimum báðum sólstrálunum heiðurin (Mynd: Jens Kr. Vang)
    SkrivaÐ:

    Sverri Egholm

    Onnur heiðurslønin, sum leygarkvøldið varð latin á Ítróttafagnaðinum við Løkin, var ÍtróttaSÓLSTRÁLAN.

    Ársins Sólstrála er ein ungur persónur – 20 ár ella yngri, ið m.a stimbrar undir rørslu og ítróttagleði og sum leggur lunnar undir tann góða felagsskapin.

    Og tað blivu tær báðar Gyða B. Djónadóttir og Johanna Østerø í Neistanum, sum fingu heiðurin.

    [object Object](Mynd: Jens Kr. Vang)

    Um tilnevningina verður soleiðis skrivað:

    Gyða og Johanna eru liðfelagar og spæla hondbólt við gentum 14 ár í Neistanum.

    Tær eru glaðar, tá tær koma í høllina, møta væl upp og skapa gott samanhald í hópinum. Serliga duga tær væl at taka ímóti yngru gentunum á liðnum og at fáa allar at kenna seg væl. 

    Seinastu tvey kappingarárini hava Gyða og Johanna, sum eru 13 ára gamlar, verið hjálparvenjarar hjá gentunum, sum nú eru 9-10 ár. Tað er eyðsýnt, at genturnar eru sera glaðar fyri sínar hjálparvenjarar, og tær tíma enn betur at venja, tá tær eru har. Gyða og Johanna duga væl at rósa gentunum og fáa tær at kenna seg væl. 

    Gyða og Johanna eru eisini skjótar at hjálpa, tá tørvur er fólki við dómaraborð, at døma ella at hjálpa í kantinuni. Altíð við einum smíli.

    Samanumtikið eru Gyða og Johanna tvær sólstálur, sum eru fyrimyndir fyri okkum øll í felagskapinum – bæði yngru genturnar, liðfelagar sínar og ikki minst okkum vaksnu.

    Fyri teirra jaliga hugburð og hjálpsemi verða Gyðja Djónadóttir og Johanna Østerø tilnevndar til ÍtróttaSÓLSTRÁLAN 2023



    Greinin varð fyrstu ferð løgd út 10. februar 2024

    45 Leygardagur 17. februar 2024

    Jóhanna Fossdalsá úttikin til danska A-landsliðið

    Er úttikin til hópin, sum skal spæla venjingardyst móti Eysturríki mikudagin

     
    SkrivaÐ:

    Ingi Samuelsen

    Tað sær út til, at føroyski fótbóltsleikarin, Jóhanna Fossdalsá, nú helst er mist fyri føroyska A-landsliðið.

    Jóhanna Fossdalsá, sum spælir við svenska BK Häcken og veruliga hevur gjørt vart við seg í Champions League kappingini í ár, er nú úttikin til bruttohópin til danska A-landsliðið.

    Danski landsliðsvenjarin hjá kvinnunum, Andrée Jeglertz, kunngjørdi í vikuni hópin, til ein venjingardyst móti Eysturríki seinast í komandi viku.

    Og millum tveir leikarar, sum kunnu fáa sín fyrsta A-landsdyst her, er føroyska Jóhanna Fossdalsá.

    - Hon hevur klárað seg fantastiska væl eftir at hon flutti til Häcken. Hon hevur nógvar eginleikar, sum vit hava brúk fyri á okkara miðvølli, sigur landsliðsvenjarin í sambandi við úttøkuna av Jóhonnu.

    Danska kvinnulandsliðið kemur saman til venjingarlegu í Marabella í Spania til at fyrireika seg til komandi EM-undandystir. Venjingardysturin móti Eysturríki verður 28. februar.


    Greinin varð fyrstu ferð løgd út 15. februar 2024

    46 Leygardagur 17. februar 2024

    Finaluumfarið í VFF Cup verður í morgin

    Víkingur og NSÍ spæla um steypið í venjarakappingini. Finalan á Tórsvølli byrjar klokkan 16 - seks onnur lið skulu í eldin í Gundadali áðrenn

    NSÍ er uppflytari, og liðið hevur 13 stig fyri fimm dystir í VFF Kup. Víkingur hevur sama stigatal, men hevur væl betri málúrttøku (Mynd: Sverri Egholm)
    SkrivaÐ:

    Agnar Prestá

    Seinastu vikurnar hava níggu av liðunum í Betrideildini spælt í sonevndu VFF Cup. Vetrarkappingin hjá Venjarafelagnum hevur seinastu árini verið skipað á tann hátt, at fimm umfør verða spæld frá miðskeiðis í januar til væl inn í februar, áðrenn finaluumfar er á skránni í høvuðsstaðnum.

    Í ár hevur KÍ ikki luttikið, av tí at føroyameistararnir vóru á venjingarlegu og til venjingarkapping í Portugal. AB, sum í 2024 skal spæla í 1. deild, hevur verið við í kappingini sum tað tíggjunda liðið.

    Til finaluumfarið er ein broyting neyðug. EB/Streymur er nú farið á venjingarlegu í Spania, og ístaðin skal FC Suðuroy spæla móti AB í seinasta umfarinum. Dysturin millum 1. deildarliðini verður á Argjum.

    Allir hinir dystirnir í finaluumfarinum skulu spælast í Gundadali - tríggir á Tórsvølli og HB - B68 á Ovara Vølli.

    07 Vestur og ÍF leggja fyri longu klokkan 11, og finalan byrjar klokkan 16. Tað eru Eysturoyarfeløgini, Víkingur og NSÍ, ið skulu stríðast um steypið.

    Víkingur hevur fleiri stórsigrar í kappingini og skipaða og samanspælda eindin hjá Jóhan Peturi Poulsen hevur ikki latið nakað mál inn ig millum annað vunnið 7-0 í Havn móti HB. NSÍ er uppflytari, men hevur higartil sæð spennandi út. Nú skal liðið hjá Jens Wedeborg - við millum annað Peturi Knudsen og Klæminti Olsen fremst - royna seg móti víkingunum.

    1. umfar í Betrideildini byrjar um tríggjar vikur.

    [object Object]
    Jørgen Nielsen skorar her fyri NSÍ í Sarpugerði. Nú spælir ungi áleyparin við Víkingi, sum í morgin dystast við júst NSÍ. Jørgen hevur skorað nógv mál í uppstartinum (Mynd: Sverri Egholm)


    Greinin varð fyrstu ferð løgd út 16. februar 2024

    47 Leygardagur 17. februar 2024

    Jóan Símun skal spæla í Norðurmakedonia

    Royndi toftamaðurin hevur gjørt sáttmála, sum er galdandi til summarið 2025, við Shkupi. Talan er um eitt toppfelag í einum av lægst styrkismettu deildunum í Evropa

    Jóan Símun Edmundsson í landsdystinum í Albania í november. Síðani hevur 32-ára gamli áloyparin leitað eftir felagið, og valið fall á FC Shkupi, ið kappast um meistaraheitið í Norðurmakedonia og allarhelst skal spæla í Evropa í summar (Mynd: Sverri Egholm)
    SkrivaÐ:

    Agnar Prestá

    Jóan Símun Edmundsson hevur verið sáttmálaleysur, síðani sáttmálin við íslendska KA gekk út fyrr í vetur, men nú er greitt, at næsta stig á hansara fótbóltsleið liggur í Skopje-økinum.

    Eingin føroyingur hevur áður spælt í Norðurmakedonia, men 32-ára gamli føroyski landsliðsáleyparin hevur nú gjørt sáttmála FC/KF Shkupi, sum er eitt av fremstu liðunum í landinum í landsynningspartinum av Evropa.

    Deildin í Norðurmakedónia er styrkismett sum ovasta deild nummar 50 av 55 hjá UEFA síðsta summar. Hetta er bygt á evropeisk úrslit hjá feløgum í deildini tey seinastu fimm undanfarnu árini. Eftir avrikini hjá føroysku feløgunum í fjør, liggur Betrideildini nú nummar 38 á hesum listanum.

    Talan er tó um yrkisfótbólt, og eitt felag sum vil nakað. Jóan Símun Edmundsson sigur við heimasíðu felagsins, at framsøkni í felagnum, og tað at man kappast um meistaraheitið og luttekur í evropeisku kappingunum. Shkupi er komið víðari í Evopa tríggjar ferðir seinastu trý árini, gjørdist meistari í 2022 og endaði á 2. plássi í fjør.

    Shkupi liggur í løtuni á 2. plássi í Prva Liga. Eitt stig er upp til oddaliðið í Norðurmakdonia, nú 18 umfør eru spæld. Jóan Símun kann fáa sín fyrsta dyst fyri felagið í morgin.

    Partarnir hava gjørt ein sáttmála, ið er galdandi til summarið 2025. Á heimasíðu sínari fegnast FC Shkupi um, at ein so royndur altjóða spælara við serligum dygdum verður lagdur afturat hópinum. Man er vísur í, at Jóan Símun Edmundsson verður umráðandi spælari á liðnum.

    [object Object]Jóan Símun Edmundsson hevur verið á venjingarlegu saman við liðnum í seinastuni, og í Shkupi fegnast man um, at hava knýtt roynda føroyingum við millum annað Bundesligu-royndum at felagnum (Mynd: fcshkupi.com)


    Greinin varð fyrstu ferð løgd út 12. februar 2024

    48 Leygardagur 17. februar 2024

    Meinhard vónar at vera tøkur til kappingarbyrjan í Noreg

    Langa endurvenjingin eftir álvarsama knæskaðan hevur sum heild gingið væl, og 26-ára gamli vongurin verður skjótt á vøllinum aftur

    Meinhard Egilsson Olsen var fastur maður á vinstra vongi á A-landsliðnum áðrenn skaðan. Runavíkingurin verður helst ikki við til fyrstu dystirnar í ár, men hann er tíbetur við at koma heilt fyri seg eftir knæskaðan (Mynd: Sverri Egholm)
    SkrivaÐ:

    Agnar Prestá

    Hann hevði fingið sítt gjøgnumbrot á A-landsliðnum og spældi fast í Mjøndalen, tá Meinhard Egilsson Olsen upplivdi tað, sum er marran hjá einum hvørjum ítróttarfólki: Kraftmikli vongurin sleit krossbandið eftir nærdyst og harvið var skurðviðgerð og síðani drúgv uppvenjing á skránni.

    - Satt at siga er 2023 alt annað enn tað eg ímyndaði mær. Tað hevur gingið heilt av skriðuni. Nú bíðar ein strævin men eisini mennandi tíð við nógvari og drúgvari uppvenjing. Samtundis veit eg. at hesin skaðin gevur mær stundir til at raðfesta onnur fólk og ymisk viðurskifti. Nakað ið eg í langa tíð havi havt tørv á.

    Soleiðis skrivaði Meinhard á sínum sosialu miðlum, eftir at álvarsami skaðin í fjør var staðfestur.

    Hetta hendi fyrst í mai í 2023, tá Meinhard var á vøllinum fyri Mjøndalen. Langur uppstartur er í Noreg, og føroyski landsliðsspælarin fær gjørt rímiliga nógv aftur til venjing.

    - Tað er trupult at siga, júst nær eg kann spæla dyst aftur, men eg vóni, at tað verður 1. apríl.

    Soleiðis sigur spælarin sjálvur í viðmerking við Portalin. Fyrsta umfar í næstbestu norsku deildini byrjar 2. páskdag, sum í ár er 1. apríl. Harvið eru útlit fyri, at Meinhard Egilsson Olsen spælir ein leiklut beinanvegin í kappingarárinum.

    [object Object]
    Eftir skaðan har Meinhard Olsen fekk ein stoyt

    At hann verður í hópinum til venjingarlandsdystirnar móti Liktinstein og Danmark síðst í mars er meira ósannlíkt - tó verður kviki vongurin allarhelst at síggja á A-landsliðnum aftur seinni í ár.

    Í mun til støðuna annars, sigur 26-ára gamli runavíkingurin soleiðis.

    - Sum heild hevur tað gingið væl við uppvenjingini. Tað hevur sjálvandi verið sera drúgt men ikki nøkur stór afturstig nakrastaðni í tilgongdini, so tað er jaligt.

    Ein annar landsliðsspælari hevur verið ígjøgnum líknandi tilgongd. Patrik Johannesen sleit krossbandið, nakrar dagar áðrenn tað sama hendi hjá Meinhardi Olsen. Tað gekk eitt sindur skjótari hjá tvøramanninum at veruliga koma á venjingarvøllin aftur. Hann var í hópinum hjá Breiðablik til seinasta Conference League dystin í fjør - mitt í desember - og spælir Patrik helst við frá byrjan av íslendska kappingarárinum í apríl.

    [object Object]
    Patrik Johannesen og Meinhard Olsen byrjaðu inni í Moldova í mars 2023 (Mynd: Sverri Egholm)

    Greinin varð fyrstu ferð løgd út 16. februar 2024

    49 Leygardagur 17. februar 2024

    Bjartalíð hevur verið undir skurð

    Hetta gekst væl, men ógvuliga ivasamt um hann verður tøkur til landsdystirnar síðst í mars. Talan er um trupulleikar í lærkrikanum hjá klaksvíkinginum

    Jóannes Bjartalíð gjørdist ársins spælari í næstbestu norsku deildini í fjør og vónar at vera til reiðar til kappingarbyrjan í Eliteseriuni 1. apríl (Mynd: Sverri Egholm)
    SkrivaÐ:

    Agnar Prestá

    Jóannes Bjartalíð gjørdist ársins spælari í næstbestu norsku deildini, tá hann og Fredrikstad í fjør fluttu upp í fyrstu royndini undir Mikkjali Thomassen. Bjartalíð var ein lyklaspælari í sínum fyrsta ári uttanfyri Føroyar, og stigið upp í Eliteseriuna skal takast nú.

    Eins og í fjør, hevur uppstarturin hjá Jóannesi verið órógvaður av skaða. Tað hevur higartil ikki verið eins galið í ár, tí í fjør sat hann úti í fleiri mánaðir við stressbroti í fótinum. 

    27-ára gamli klaksvíkingurin spældi við í 3-0 sigrinum á svenska Elfsborg á venjingarleguni í Portugal síðst januar. Hann legði upp til bæði málini hjá Brandi Hendrikssyni. Fredrikstad hevði eina góða Atlantic Cup, sum endaði við sigri á oddaliðnum í Superliguni, FC Midtjylland.

    Bjartalíð hevur tó ikki spælt í februar, og eftir kanningar fyrst í vikuni varð gjørt av, at hann skuldi undir skurð. Tað hevur hann eisini verið nú, og landsliðsmiðvallarin sigur við Portalin, at hetta gekst væl.

    [object Object]
    Talan var ikki um stóra skurðviðgerð, og hon gekk væl (Privatmynd) 

    Talan er um trupulleikar í serliga lærkrikanum, og eftir eina slíka skurðviðgerð eru tað fýra vikur, til ein kann byrja spakuliga á vøllinum aftur.

    14. mars er níggju dagar undan fyrra venjingardystinum hjá Føroyum í fyrsta landsliðsvindeyganum í 2024. Tað er harvið ógvuliga ósannlíkt, at Jóannes Bjartalíð spælir við móti Liktenstein og Danmark í mars.

    Fyrsta umfar í Eliteseriuni er um páskirnar. Fredrikstad tekur ímóti meistarunum Bodø/Glimt 2. páskadag, 1. apríl. Í Fredrikstad vónar man, at ársins spælari í fjør verður til reiðar at spæla dyst tá.

    Greinin varð fyrstu ferð løgd út 15. februar 2024

    50 Leygardagur 17. februar 2024

    Jens Erik gjørt sáttmála við EB/Streym

    21-ára gamli bakkurin/vongurin úr Trongisvági hevur longu spælt 90 dystir í Betrideildini. Allir hava verið við barndómsfelagnum TB, men nú hevur Jens Erik Bruhn valt at venda nøsini norðureftir

    Jens Erik í dysti fyri TB - hann heldur fram í Betrideildini (Mynd: Sverri Egholm)
    SkrivaÐ:

    Agnar Prestá

    EB/Streymur hevur gjørt sáttmála við 21 ára gamla bakkin/vongin Jens Erik Bruhn úr Trongisvági.

    Jens Erik hevur longu spælt 90 dystir í Betrideildini. Allir hava verið við barndómsfelagnum TB, men nú hevur hann valt at venda nøsini norðureftir.

    TB flutti niður aftur í 1. deild í fjør, men Jens Erik Bruhn heldur fram í Betrideildini. Hann var í fjør við í hópinum til allar U21-landsdystirnar - tó uttan at koma á vøllin. 

    Greinin varð fyrstu ferð løgd út 11. februar 2024

    51 Leygardagur 17. februar 2024

    Fyrrverandi Liverpool-leikari til AB

    24-ára gamli vongurin úr Onglandi hevur millum annað eisini spælt í bestu deildini í Íslandi. Marley Blair skal royna at vera við til at fáa liðið beint uppaftur í Betrideildina

     
    SkrivaÐ:

    Agnar Prestá

    - Tað styttist til kappingarbyrjan, og hópurin fyri kappingarárið 2024 er við at taka endaligt skap. Í morgun kann AB kunngera ein nýggjan vongleikara. Nýggi, álopssinnaði leikarin er 24 ára gamli bretin, Marley Blair, ið hevur skrivað sáttmála við AB, sum er galdandi hetta kappingarárið.

    Soleiðis skrivaði AB á heimasíðu í vikuni. Nýggjasti spælarin hevur millum annað verið í Premier League-feløgunum og millum annað einum heilt stórum.

    - Tað er ein maður, sum hevur húsast á fínum adressum, ið nú verður at síggja inni í Vika. Hann er føddur í Huddersfield, men flutti á ungum árum til Liverpool, har hann í fimm ár var partur av akademinum hjá enska stórfelagnum. Marley spældi á U18-liðnum hjá felagnum og hevði eisini onkra hendinga venjing við Premier League-stjørnunum. Í 2018 skifti hann til annað Premier League-felag, Burnley, har hann var partur av U21-liði felagsins í hálvtannað ár.

    Yngri beiggi Marley, Harvey Blair, spældir framvegis við Liverpool FC, og er skrásettur fyri ein steypadyst við besta liðnum.

    Síðani tíðina á Merseyside hevur Marley Blair umboðað nøkur feløg í lægru deildunum í Onglandi - seinast Farsley Celtic í National League North. Vongurin, ið hevur røtur úr Jamaica, hevur eisini spælt í tvey ár við Keflavík og hevur harvið royndir úr bestu íslendsku deildini.

    Argja Bóltfelag lýsir sín nýggja spælara sum ein fong:

    - Marley er ein skjótur og kvikur vongur við góðum bóltførleika, ið vit meta at vera ein sannan fong fyri okkara 1. deildarlið, ið hevur sum mál at flyta beint uppaftur í Betrideildina í ár.

    Greinin varð fyrstu ferð løgd út 14. februar 2024

    52 Leygardagur 17. februar 2024

    HB 2,5 milliónir í avlopi í fjør

    Enn einaferð gjørdist Havnar Bóltfelag mest vinnandi fótbóltsfelag

    Nevndin í HB. Frá vinstru Finn Jensen, Gunnar Justinussen, Ransin N. Djurhuus, Símun Samuelsen, Anna Falkenberg, Niclas Joensen og Lars Müller
    SkrivaÐ:

    Ingi Samuelsen

    Havnar Bóltfelag hevði eitt avlop í fjør á 2,5 milliónir krónur. Árið 2023 hilnaðist sostatt munandi betri enn árið fyri, tá avlopið var 1,8 milliónir krónur.

    Aðalfundur var í Havnar Bóltfelag í vikuni, har Ransin N. Djurhuus, formaður kundi fegnast um eitt gott kappingarár, har HB endaði sum mest vinnandi felag við átta gull-, trimum silvur- og trimum bronsuheiðursmerkjum.

    Jóannes Mouritsen, sum hevur sitið í nevndini í HB í meira enn tíggju ár, ynskti ikki afturval á aðalfundinum hesaferð. Aðalfundurin tók avgerð um at hækka talið av nevndarlimum úr fimm upp í sjey. Nýggir nevndarlimir eru tí Anna Falkenberg, Gunnar Justinussen og Niclas Joensen.

    Nevndin hevur skipað seg soleiðis: Ransin N. Djurhuus, formaður, Lars Muller, næstformaður, Finn Jensen, kassameistari, Anna Falkenberg, skrivari, Símun Samuelsen, Niclas Joensen og Gunnar Justinussen, nevndarlimir. Tiltakslimir eru Ingi Rasmussen og Gunnar Mohr. 

    Greinin varð fyrstu ferð løgd út 15. februar 2024

    53 Leygardagur 17. februar 2024

    NSÍ eina millión í avlopi

    Og fleiri broytingar eru í starvsnevndini hjá felagnum. Hetta er greitt eftir aðalfundin hósdagin. Talið av limum er eisini vaksandi

    Oddfríður Gaardbo, Annika Klein, Herbjørg Jøkladal, Wenzel Olsen og Høgni Lamhauge blivu einmælt vald inn í nevndina. Karstin Joensen heldur allarhelst fram sum formaður. Steypagull og uppflytingar vóru partur av kappingarárinum í 2023 (Mynd: nsi.fo)
    SkrivaÐ:

    Agnar Prestá

    Hóskvøldið hevði NSÍ aðalfund. Har varð millum annað rokniskapurin fyri seinasta árið lagdur fram og góðkendur.

    Tølini síggja gott út fyri NSÍ: Úrslitið fyri 2023, har fremsta mansliðið spældi í 1. deild, vísti eitt avlop upp á eina góða millión.

    Formaðurin Karstin Joensen greiddi frá, hvussu gongdin hevði verið í felagnum í kappingarárinum 2023.

    - Ítróttarliga kann felagið frøðast yvir flotta úrslitið hjá besta kvinnuliðnum, og at felagið aftur hevði vunnið sær sess í bæði bestu og næstbestu mansdeildini. Samstundis hevur felagið eisini staðið seg væl í teimum yngri deildunum.

    NSÍ hevur seinasta árið skipað seg eitt sindur øðrvísi. Felagið hevur sett ein stjóra í fulla tíð, ið hevur tikið sær av øllum tí praktiska. Eisini hevur felagið sett eitt ungdómstoymið, ið hevur skipað allan ungdómsfótbóltin og staðið fyri ymiskum sosialum tiltøkum. Saman hevur hetta skapað eitt gott grundarlag fyri NSÍ og sæst hetta aftur í vaksandi talinum av virknum limum í felagnum, skrivar nsi.fo

    Seinasta punkt á aðalfundinum var val av nýggjari starvsnevnd. Fimm limir høvdu undan aðalfundinum valt ikki at stilla up aftur. Tey eru Tanja Huneck, Bárður Højgaard, Annika D. Jacobsen, Oddvør Jacobsen og Dan Lamhauge.

    Tískil skuldu nýggir limir inn í starvsnevndina. Fimm nevndarlimir stóðu fyri vali. Oddfríður Gaardbo, Annika Klein, Herbjørg Jøkladal, Wenzel Olsen og Høgni Lamhauge blivu øll einmælt vald inn í nevndina.

    Starvsevndin hjá NSÍ sær tískil soleiðis út:

    Karstin Joensen, Andreas Lamhauge, Oddfríður Gaardbo, Annika Klein, Herbjørg Jøkladal, Wenzel Olsen og Høgni Lamhauge.

    Nevndin skipar seg fyrst í komandi viku, skrivar heimasíðan hjá NSÍ. Tað kann tó helst staðfestast, at klaksvíkingurin Karstin Joensen fer at halda fram í hesum sessinum.

    Greinin varð fyrstu ferð løgd út 16. februar 2024

    54 Leygardagur 17. februar 2024

    Spæla um HM-pláss 8.mai og 12.mai

    Atgongumerkini til heimadystin koma til sølu fríggjadagin 23. februar á middegi. Umleið 1.800 pláss eru í Høllini á Hálsi. HM-avgerðin fellur í Skopje ein sunnudag

    Tað fer helst ikki at taka langa tíð, frá tí tey útvið 2.000 atgongumerkini til play-off dystin á Hálsi verða sett til sølu, til einki verður eftir (Mynd: Sverri Egholm)
    SkrivaÐ:

    Agnar Prestá

    Síðst í januar gjørdist greitt, at Føroyar í mai skulu spæla móti Norðurmakedonia í play off-umfarinum í HM. Eitt á pappírinum gott lutakst hjá føroysku monnunum, sum skulu vinna samanlagt yvir tveir dystir fyri at koma til HM-endaspælið, ið verður leikt í Danmark, Noreg og Kroatia í januar 2025.

    Endalig dagfesting er nú komin á teir báðar avgerandi dystirnar. Hondbóltssamband Føroya kunnger, at heimadysturin verður spældur í Havn mikudagin 8. mai meðan útidysturin verður sunnudagin 12. mai í Skopje.

    Tá lutakastið hevði verið, skrivaðu fleiri spent fólk á sosialu miðlunum nærum beinanvegin um atgongumerkjasølu: Nær hon mundi fara at byrja. Umleið 1.800 pláss eru í Høllini á Hálsi til slíkar dystir, og tað verður heilt víst gravgangur til týðandi dystin hjá liðnum, sum allarstørsti parturin av føroyska fólkinum fylgdi tætt í januar.

    Nú er greitt, at man kann sita til reiðar á atgongumerki.fo í komandi viku:

    - Atgongumerkini til HM-undankappingardystin hjá monnum millum Føroyar og Norðurmakedonia koma til sølu fríggjadagin 23. februar klokkan 12.00 á atgongumerki.fo, skrivar HSF.

    Heimadysturin byrjar klokkan 19 mikudagin 8. mai. Tað er ikki endaliga greitt, hvat klokkan dysturin í Skopje verður. Sum skilst ætla fleiri føroyskir fjepparar sær við at stuðla manslandsliðnum í stríðnum um HM-plássið.

    [object Object]

    Greinin varð fyrstu ferð løgd út 12. februar 2024

    55 Leygardagur 17. februar 2024

    19 Faxe Kondi finalur á skránni

    Stóra steypafinaluvikuskifti á Hálsi byrjaði við tveimum ungdómsfinalum í gjárkvøldið og endar ikki fyrrenn sunnukvøldið. Kvinnurnar og menninir spæla í dag

    Kyndilskvinnur noyddust at lúta fyri H71 í steypafinaluni í fjør. Seinnapartin klokkan 16.30 bresta tær í grønum saman við grannunum Neistanum (Mynd: Jens Kr. Vang)
    SkrivaÐ:

    Agnar Prestá

    Hetta vikuskiftið verða Faxe Kondi steypafinalurnar spældar í Høllini á Hálsi. Lagt varð fyri í gjárkvøldið, tá gentur 16 og dreingir 16 spældu.

    Samanlagt eru 19 finalur á skránni, og endað verður við teimum elstu ungdómsliðunum sunnukvøldið. Undan tí eiga Eydnudeildin og ein rúgva av øðrum liðum serliga gólvið.

    Finnlan hjá kvinnum - millum grannarnar úr høvuðsstaðnum - byrjar klokkan 16.30 í dag, og klokkan 19 í kvøld bresta menninir hjá VÍF og Neistanum saman.

    Kringvarpið sendir kvinnu- og mansfinaluna beinleiðis í sjónvarpinum. Hondbóltssambandið boðar eisini frá, at allar ungdómsfinalurnar verða stroymdar á YouTube hjá HSF - Handball Faroe Islands

    Leikskráin:

    Leygardagin 17. februar:
    kl. 09.00 G10B: Neistin a – H71 b
    kl. 09.40 D10B: ÍA – H71 d
    kl. 10.20 G12B: Neistin c – VÍF b
    kl. 11.10 D12B: VÍF – ÍA
    kl. 12.00 G10A: StÍF a – VÍF a
    kl. 12.40 D10A: SÍF – VÍF a
    kl. 13.20 G12A: H71 a – Søljan
    kl. 14.20 D12A: H71 a – Neistin a
    kl. 16.30 Kvinnur: Kyndil – Neistin
    kl. 19.00 Menn: VÍF – Neistin

    Sunnudagur 18. februar:
    kl. 12.50 Eydnudeildin
    kl. 13.30 G14B: Stjørnan – VB
    kl. 14.30 D14B: Team Klaksvík – KÍF
    kl. 15.30 G14A: Kyndil a – Neistin/ÍA
    kl. 16.30 D14A: H71 a – Tjaldur a
    kl. 17.30 G18: VÍF – H71
    kl. 19.00 D18: H71 – Neistin

    Greinin varð fyrstu ferð løgd út 14. februar 2024

    56 Leygardagur 17. februar 2024

    VÍF í finaluni fyri fyrstu ferð í níggju ár

    Vestmenningar vunnu 33-28 á Kyndli leygarkvøldið og hava tryggjað sær pláss í steypafinaluni

    (Mynd: Andrei Antal)
    SkrivaÐ:

    Sverri Egholm

    Eitt mál skilti liðini frá fyrru hálvfinaluni, sum varð leikt undanfarna mikudag, og tískil var alt opið tá Kyndil var á vitjan í Vestmanna leygarkvøldið til seinnu hálvfinaluna.

    VÍF fekk eina dreymabyrjan og legði seg á odda 5-0. Kyndil fekk vent tí aftur, og støðan í steðginum var javnt 16-16.

    Men tíggju minuttir inn í seinan hálvleik fóru vestmenningar frá kyndilsmonnum, og løgdu seg á odda við fýra málum. VÍF helt støðuna til móti endanum tá nakað av fjáltri kom á teir gulu.

    Tá bara fýra minuttir vóru eftir, var støðan 30-28 og veruligur spenningur kom í. Men tað var ov knapt hjá kyndilsmonnum, sum skuldi vinna við tveimum málum, og úrslitið gjørdist 33-28 til VÍF.

    Hetta er fyrstu ferð í níggju ár, at VÍF er í steypafinaluni.

    [object Object]Frøi á vestmenningum (Mynd: Andrei Antal)

    Sí fleiri myndir har

    Greinin varð fyrstu ferð løgd út 10. februar 2024

    57 Leygardagur 17. februar 2024

    Neistin og Kyndil í steypafinaluni hjá kvinnum

    Hondbóltur: Neistin smurdi H71 av í seinnu hálvfinaluni og Kyndil vann trygt á VÍF

    Maria Pálsdóttir Nólsoy gjørdist toppskjútti hjá Neistanum við níggju málum (Mynd: Sverri Egholm)
    SkrivaÐ:

    Sverri Egholm

    H71 - Neistin 24-33 (9-18)

    Nú er greitt, at tað verður ein grannauppgerð í steypafinaluni hjá kvinnum í hondbólti, sum verður spældur í høllini á Hálsi í kvøld.

    Neistin og H71 spældu seint farna sunnudag og Neistin smurdi hoyvíkskvinnur av í Hoyvíkshøllini.

    Støðan í hálvleikinum var 9-18, og úrslitið gjørdist 33-24.

    [object Object](Mynd: Sverri Egholm)

    Kyndil - VÍF 31-26 (15-12)

    Við einum samlaðum sigri á 61-52 spældu kyndilskvinnur seg í steypafinaluna.

    Dysturin undanfarna hóskvøld endaði 30-26 til Kyndil, og í seinnu hálvfinaluni sunnudagin vann Kyndil við fimm máluim, 31-26.

    Myndir frá dystinum millum Kyndil og VÍF síggjast her

    Greinin varð fyrstu ferð løgd út 11. februar 2024

    58 Leygardagur 17. februar 2024

    Dráttur og Fleyr í finaluna í Bónuskappingini

    Dysturin millum Drátt og Mjølnir bleiv ongantíð veruliga spennandi

    Dráttur
    SkrivaÐ:

    Innsent

    Dráttur-Mjølnir 3-0 (25-18, 25-20, 26-24)

    Hálvfinaludysturin í Klaksvík bleiv ongantíð veruliga spennandi. Til tess vóru Dráttur kvinnurnar ov sterkar ímóti einum ikki serliga vælleikandi Mjølnir liðið. Dráttur leikti seg trygt í finaluna.

    Eftir nakrar dystir, har Dráttur ikki hevur leikt upp til tað besta, vóru tær aftur har tær hava verið tað mesta av kappingini. Tær leiktu nevniliga sum sterkasta kvinnuliðið í Føroyum fyri tíðina. Hinvegin skuldi Mjølnir leika nakað av tí besta tær eru førar fyri, fyri at geva Dráttir líkinda mótstøðu og møguliga vinna dystin. Hetta eydnaðist ikki. Saknurin av Siri Samson, servu feilir og aðrir feilir í avgerðandi løtum blivu ov dýrir, og harvið lat Mjølnir dystin upp í hendurnar á Drátti.

    Tó so, Mjølnir megnaði í størri mun enn áður at blokka sterku Terezu Kerpcarova, men við tað at so nógv verjuorka bleiv brúk uppá Terezu, bleiv meira pláss til aðrar av leikarunum hjá Drátti.

    Fleyr knógvaði SÍ

    [object Object]Fleyr

    SÍ - Fleyr 2-3 (22-25, 25-17, 21-25, 25-21, 12-15)

    Hálvfinalan var ein endurtøka av finaluni síðsta ár, men við einum heilt øðrvísi úrsliti.

    Somu liðini hittust í finaluni fyri áleið einum ári síðani. Tá vann SÍ ein knúsandi sigur á Fleyr, men hesaferð varpaði Fleyr SÍ úr Bónus kappingini áðrenn steypafinalurnar 25. februar. Talan var um sera tættan dyst, sum kundi koppa báðar vegir.

    SÍ liðið er munandi styrkt síðani byrjan av kappingini. Umframt at tveir av egnu leikarunum eru vendar heimaftur, hevur liðið fingið tilgongd av brasilsku Ceciliu Goulart. Saman við Soffíu Weihe Simonsen helt Cecilia SÍ inni í dytinum øll fimm settini.

    Hjá Fleyr vóru Hanna Olsen, Anja Danielsen avgerðandi. Hartil hevði Óluva Mohr ein sera sterkan blokk í avgerðandi støðum í dystinum. Men mest eyðsýnd var tó einans 16 ára gamla Thirza Beccera sum kom inn í dystin í øðrum setti, og sum síðani leikti ein dreymadyst - bæði í álopi og verju.

    Fleyr og Dráttur møtast sostatt í finaluni hin 25. februar í høllini á Hálsi í Havn.

    Greinin varð fyrstu ferð løgd út 10. februar 2024

    59 Leygardagur 17. februar 2024

    SÍ menn finaluklárir í Bónuskappingini

    Mótstøðuliðið verður Mjølnir, sum spældi seg í sættu steypafinalu á rað

     
    SkrivaÐ:

    Innsent

    SÍ-ÍF 3-2 (18-25, 25-16, 25-20, 22-25, 15-10)

    Sum vant, so bleiv talan um sera tættan dyst ímillum SÍ og ÍF, sum SÍ vann 3-2.

    Í mun til nógvar av undanfarnu dystunum var ÍF sum hamskift og vísti eina styrki, sum teir ikki hava gjørt leingi. Serliga var tað ungi Hákun Nón, sum legði eitt stórt servutrýst, og Vuk Ilic, sum var sera stinnur í blokkinum.  Sterkur servurnar frá leikandi venjaranum hjá SÍ, Christiano Campos, góvu heldur ikki ÍF somu trupuleikar, sum í onkrum av undanfarnu dystunum ímillum hesi liðini. 

    Hetta gjørdi, at dysturin bleiv serliga tættur og spennandi og skuldi avgerðast við javnbrótara. Her kostaðu servufeilir og netkantar tó ÍF ov nógv stig, soleiðis at SÍ fekk eina mundandi leiðslu í fimta settinum. ÍF megnaði ikki at vinna hesa leiðsluna innaftur og so endaði SÍ, vælfortjent, í finaluni. 

    Mjølnir í sættu finaluni á rað

    [object Object]Mjølnir

    Mjølnir - Fleyr 3-0 (25-15, 25-16, 25-18 )

    Mjølnir hevði als ongar trupulleikar at spæla seg í sína sættu steypafinalu á rað. Tað er kortini ikki met, tí tað eigur SÍ, sum var sjey ferðir á rað í steypafinaluni frá 2012 til 2018. Tó var tað SÍ b, sum var í finaluni tað seinasta árið, og vann 3-2 á ÍF.

    Í ár slepur SÍ so at royna seg ímóti Mjølni.

    Spenningur var eingin í dystinum leygarkvøld. Til tað var munurin bara ov stórur. Eftir avsmurning í fyrsta og øðrum setti gjørdi Fleyr eitt lítið sprell í triðja setti og legði seg framum 10-8, men gleðin var stokkut, tí Mjølnir javnaði og dró so líðandi frá aftur og vann loksins 25-18 við serviessi frá Mateusz Pazgan.

    Finalan millum Mjølnir og SÍ verður í høllini á Hálsi  24. februar. Hesi bæði vóru eisini í finaluni í fjør. Tá vann Mjølnir 3-1 (19-25, 25-19, 25-21, 25-20).

    Greinin varð fyrstu ferð løgd út 10. februar 2024

    60 Leygardagur 17. februar 2024

    Tveir føroyingar boksa í Kalundborg

    Magni Vang og Teitur Annand skulu royna seg í kvøld

    Magni Vang
    SkrivaÐ:

    Innsent

    Tveir føroyskir nevaleikarar eru við, tá tað í kvøld verður skipað fyri boksistevnu í danska býnum Kalundborg.

    Talan er um Magna Vang og Teit Annand, sum eru skaðafríir og fit for fitht.

    Magni Vang boksar í 72 kilo flokkinum í U19 aldursbólkinum, og skal møta einum boksara úr Slagelse.

    Teitur Annand boksar í 63 kilo elita, og skal boksa móti einum frá Team Bredahl.

    Í báðum førum er talan um dystir, ið eru tríggjar ferðir tríggjar minuttir.

    Fightnight boksistevnan verður hildin í Kalundborghallerne. 

    [object Object]Teitur Annand


    Greinin varð fyrstu ferð løgd út 12. februar 2024

    61 Leygardagur 17. februar 2024

    Billard FM: Klaksvíkingar á odda

    Frammanfyri Tvøroyri og Havnina

    Klaksvíkar Billardfelag1 á odda í FM kappingini fyri lið í billard. Kristian Sune Høgnesen og Urbanus Olsen manna liðið (Mynd: Jan Müller)
    SkrivaÐ:

    Jan Müller

    Nú føroyameistarakappingin í billard fyri lið er farin um fyrstu hálvuna er støðan tann, at Klaksvíkar Billardfelag 1 við Kristian Suna Høgnesen og Urnanus Olsen liggur á odda við 34 stigum.

    Í hølunum á teimum kemur Tvøroyrar Billardfelag 1, við Páll Hera Nolsøe og Eyðun Svalbard við 30 stigum, og bert tvey stig aftanfyri kemur Havnar Billardfelag 1 við Jógvan Jørgensen og Per Hansen við 28 stigum.

    Lutvíst nýggja billardfelagið, Skálafjarðar Billardfelag 1, er á einum fjóðra plássi við 23 stigum. Eftir teir kemur Klaksvíkar Billardfelag 2, somuleiðis við 23 stigum. Aftast í bestu deildini er Havnar Billardfelag 2 við 6 stigum. 

    Kappingin í oddinum er sera jøvn, og tí er ómøguligt at siga, hvør fer við gullinum í ár. Í fjør vann Havnar Billardfelag bæði gull og silvur. Í løtuni stendur kappingin millum klaksvíkingar og tvøramenn við Havnar Billardfelag á einum triðjaplássi. Her kann tí nógv henda, nú fleiri dystir eru eftir at spæla. Øll liðini hava spælt seks dystir. 

    Hyggja vit eftir miðaltalinum í eygum, stendur Tvøroyrar Billardfelag seg best við 23,47 eygum í miðal. Næst teimum er Havnar Billardfelag 1 við 22,49 eygum og á triðja plássi Klaksvíkar Billardfelag 1 við 21,08 eygum. 

    [object Object]Páll Heri Nolsøe úr Tvøroyrar Billardfelag hevur tað besta einstaka úrslitið nakrantíð í eini FM liðkapping við nærum 37 eygum í miðal (Mynd: Jan Müller)

    Hyggja vit so nærri eftir einstøku spælarunum í kappingini, so er tað Páll Heri Nolsøe, sum liggur langt framman fyri allar aðrar við 36,42 eygum í miðal. Tað er Føroyamet. Hansara besta miðal fyri ein einstakan dyst er 40,0 eygu. Næstur honum er Per Hansen úr Havnar Billardfelag við 23,56 eygum í miðal. 

    [object Object]Per Hansen úr Havnar Billardfelag 1, ið hevur næstbesta úrslitið í FM kappingini fyri lið (Mynd: Jan Müller)


    Greinin varð fyrstu ferð løgd út 10. februar 2024

    62 Leygardagur 17. februar 2024

    Bridge: Arne og Símun vunnu silvurkappingina

    Kappingin, har 19 pør luttóku, varð leikt í bridgehúsinum í Gundadali leygardagin

    Arne Mikkelsen og Símun Lassaberg
    SkrivaÐ:

    Tíðindaskriv

    Leygardagin skipaði Føroya Bridgesamband fyri árligu silvurkappingini, ið varð leikt í bridgehúsinum í Gundadali.

    19 pør luttóku í kappingini, og leikt vóru í alt níggju umfør á fimm spøl. Leikt var eftir sonevnda swiss-leistinum, har pørini ið liggja nærmast hvørjum ørðum á stigatalvuni spæla móti hvørjum øðrum. Tó soleiðis at somu pør bert kunnu spæla eitt umfar móti hvør øðrum. Gjørt varð upp fyri hvørt umfar, soleiðis at møguleiki var fyri at fylgja gongdini sum kappingin leið.

    Úrslitið gjørdist at Arne Mikkelsen og Símun Lassaberg vunnu kappingina við 415,5 stigum (57,7%). Á øðrum plássi vóru Arnbjørn Sivertsen og Jákup Hjaltalin við 403,5 stigum (56,0%), meðan Eyðun Anthoniussen og Dia Jacobsen endaðu á triðja plássi við 402,5 stigum (55,9%).


    Greinin varð fyrstu ferð løgd út 11. februar 2024

    63 Leygardagur 17. februar 2024

    Havnin økir

    Eitt stig var á muni millum kappingarneytarnar Havnina og Sandavág fyri dystirnar í áttanda umfari sunnudagin - nú eru havnarmenn tvey stig fremri

    Helgi Dam Ziska (Savnsmynd: Sverri Egholm)
    SkrivaÐ:

    Innsent

    Tvey umfør eru nú eftir í landskappingini í talvi, og hóast havnarliðið hevur munin, er stríðið um FM-heitið framvegis ógvuliga spennandi. Avgerðin fellur væntandi í innanhýsis dysti á síðsta leikdegi.

    Oddaliðini telvaðu bæði í Sandavági, har havnarmenn og klaksvíkingar vitjaðu. Havnarmenn gjørdu bart móti øðrum liði hjá vágamonnum og vunnu 4-0. Martin Poulsen sást aftur á havnarliðnum sunnudagin. Hann loysti av Luitjen Akselsson Apol.

    FM-manningin hjá Sandavágs Talvfelag vann 3-1 á fyrsta liði hjá Klaksvíkar Talvfelag. Ólavur Simonsen og Rani Nolsøe fingu javnt á klaksvíksliðnum á ávikavist 1.- og 4. borði.

    Í Klaksvík telvaðu B-liðini hjá Klaksvík og Havnini. Klaksvíkingar vunnu 3-1. Ósigurin ber í sær, at B-lið havnarmanna er komið í veruligan niðurflytingarvanda.

    1. deild - 8. umfar (11. februar) 

    Sandavágur II - Havnin I 0-4
    Torkil Nielsen - Helgi Dam Ziska 0 - 1
    Jón Atlason - Martin Poulsen 0 - 1
    Ingi Wiberg - Carl Eli Samuelsen 0 - 1
    Johnny Petersen - Sjúrður Thorsteinsson 0 - 1

    Sandavágur I - Klaksvík I 3 - 1
    Rógvi Egilstoft - Ólavur Simonsen ½ - ½
    Høgni Egilstoft Nielsen - Terji Petersen 1 - 0
    Silas Eyðsteinsson - Rani Baldursson 1 - 0
    Jón í Horni Nielsen - Rani Nolsøe ½ - ½

    Klaksvík II - Havnin II 3 - 1
    Haldur S. Johansen - Herluf Hansen ½ - ½
    Wille Olsen - Suni Merkistein ½ - ½
    Heðin Gregersen - Andrias Ziska 1 - 0
    Finnbjørn Vang - Jóannes Guttesen 1 - 0

    Støðan í 1. deild (eftir 8 umfør)
    Havnin I 27 stig
    Sandavágur I 25
    Klaksvík I 15½
    Sandavágur II 11
    Klaksvík II 10
    Havnin II 7½

    Greinin varð fyrstu ferð løgd út 12. februar 2024

    64 Leygardagur 17. februar 2024

    Bogaskjóting: Systkinabørn í hólmgongu

    Narvi Jensen vann sítt fyrsta gullheiðursmerki í vetur í einari tættari og spennandi compound-finalu á 15 metrum, og uppaftur størri spenningur var hjá recurve-kvinnunum, tá systkinabørnini Tóra Dinna Reynskor og Marianna Reynskor brustu saman í finaluni, sum endaði javnt og tí mátti avgerast við shoot-off

     
    SkrivaÐ:

    Tíðindaskriv

    Bogaskjótikapping var í Havn hetta vikuskiftið, har Tambar vóru vertir í skjótihøllini á Tórshavnar Skipasmiðju.

    Leygardagin skutu yngru skjúttarnir úr 15 metrum, men av ymiskum orsøkum var luttøkan í lakari lagi hesa ferð og bara úr eysturoyarfelagnum Ørvi. Marta B. Poulsen við barboga (barebow) var einsamøll genta, og hjá dreingjunum høvdu bara compound-skjúttar teknað seg til kappingina.

    Hjá compound-dreingjunum bleiv tað tó, sum so ofta, ein spennandi kapping.
    Dávid Højgaard tryggjaði sær annað finaluplássið við at vinna innleiðandi kappingina framman fyri Narva Jensen og Jónas B. Poulsen. Narvi vann hálvfinaluna ímóti Jónas, og hann endaði eisini við at basa Dávidi í einari spennandi og javnari finalu, sum endaði 134-133. Narvi vann tískil sítt fursta gullheiðursmerki í vetur.

    Shoot-off finala
    Sunnudagin áttu tey vaksnu tørn at skjóta úr 18 metrum, og her var tann størsti spenningurin í recurve-kappingini hjá kvinnum, har seks kvinnur høvdu teknað seg og fimm møttu upp.

    Fyri fyrstu ferð í vetur var Marianna Reynskor úr Vágaskoti við í kappingini, og fyri aðru ferð var Rebekka L. Olsen, Tambar, við – fyrru ferð var í kappingini í Havn 10. desember, tá hon vann gull. Viðmerkjast skal, at Tóra Dinna Reynskor úr Vágaskoti, sum er mest vinnandi recurve-skjúttin hjá kvinnum í vetur, ikki tók lut í kappingini 10. desember.

    Spenningur var tískil longu undan kappingini, og hann gjørdist ikki minni, tá tað galt sunnudagin.

    Marianna Reynskor vann innleiðandi kappingina framman fyri Tóru Dinnu, beint í hølunum á henni var Rebekka, og síðan Lea Karina Haraldsen, Vágaskot, og Pernille Krogh, Vágaskot.

    Lea Karina og Pernille skuldu so kappast um, hvør av teimum fekk pláss í hálvfinaluni ímóti Mariannu, og tann dystin vann Lea Karina 6-2. Í hálvfinaluni mátti hon tó lúta fyri Mariannu, sum vann 7 – 1. Hina hálvfinaluna vann Tóra Dinna 6-0 á Rebekku.

    Systkinabørnini Marianna og Tóra Dinna skuldu sostatt kappast í finaluni, og tað bleiv spenningur við lít. Regluligi dysturin endaði 5 – 5, og so mátti vinnarin finnast við shoot-off. Í shoot-off skjóta duellantarnir ein píl í part, og tann, sum er nærmast miðjuni á skjótiskivunu – ella “andlitinum”, sum bogaskjúttar kalla skivurnar – hevur vunnið.

    Tað bleiv Tóra Dinna, sum var neyvari og rakti 9’aran, meðan Marianna rakti 8’aran, og vann silvur. Rebekka vann bronsudystin ímóti Leu Karinu 7-1.

    Hans Petur fekk kapping
    Eisini hjá monnunum bleiv recurve-kappingin spennandi, tá Michael Feldballe, Tambar, gav Hans Peturi Højgaard úr Ørvi, sum hevur vunnið allar sínar kappingar í vetur, ein skarpan gang í finaluni. Hans Petur vann tó 6-4.

    Áðrenn tað hevði Hans Petur fyrst vunnið innleiðandi kappingina framman fyri Michael, Per Símunarson úr Ørvi og Hannis Reinert á Plógv úr Vágaskoti og síðan hálvfinaluna ímóti Hannisi Reinert á Plógv 6-0. Hina hálvfinaluna vann Michael 6-2 ímóti Peri.

    Bronsudysturin ímillum Hannis og Per var eisini spennandi og endaði 6-4 til Hannis.

    Rakul vann aftur
    Allar compound-kappingarnar hjá kvinnum í innandura kappingunum í vetur hava verið hólmgongur ímillum tær báðar Helenu við Misá, Ørvur, og Rakul Dam, Tambar. Soleiðis var eisini í Havn sunnudagin, og gongdin var júst tann sama, sum hon var í hinum báðum kappingunum, sum hava verið eftir nýggjár, nevniliga at Helena vann innleiðandi kappingina men Rakul finaluna og gullheiðursmerkið. Hesa ferð vann Rakul 131-127 í finaluni, og nú hevur hon vunnið tilsamans fimm kappingar í vetur og Helena tvær.

    Spennandi hálvfinala
    Nikkel Petersen úr Ørvi hevur brotið sær bogan, og hevði tí meldað avboð til compound-kappingina hjá monnum í Havn um vikuskiftið. Eftir vóru teir tríggir Jóannes Poulsen, Ørvur, og Jógvan Niclasen, Tambar, og Sámuel Petersen, Ørvur.
    Innleiðandi kappingina vann Jóannes trygt, og Sámuel bleiv nummar tvey, 20 stig framman fyri Jógvan. Í dystinum hjá teimum báðum um at sleppa í finaluna ímóti Jóannesi, kom tó vend í, og tá avtornaði vann Jógvan tepurt 143-141. Jóannes vann tó finaluna 147-141.

    Úrslitini í kappingini í Havn um vikuskiftið vóru hesi:

    15 metrar leygardagin

    Gentur barbogi
    Innleiðandi og endaligt:
    Marta B. Poulsen (Ørvur), 165+187 = 352.

    [object Object]

    Dreingir compound
    Innleiðandi:
    Dávid Højgaard (Ørvur), 272+267 = 539
    Narvi Jensen (Ørvur), 263+262 = 525
    Jónas B. Poulsen (Ørvur), 258+262 = 520
    Hálvfinala, Narvi – Jónas, 135 – 130.
    Finala, Dávid – Narvi, 133 – 134.

    [object Object]

    18 metrar sunnudagin

    Kvinnur recurve
    Innleiðandi:
    Marianna Reynskor (Vágaskot), 243+228 = 471.
    Tóra Dinna Reynskor (Vágaskot), 222+221 = 443.
    Rebekka L. Olsen (Tambar), 225+216 = 441.
    Lea Karina Haraldsen (Vágaskot), 218+197 = 415.
    Pernille Krogh (Vágaskot), 170+184 = 354.
    Fjórðingsfinala, Lea Karina – Pernille, 6 – 2.
    Hálvfinala, Marianna – Lea Karina, 7 – 1.
    Hálvfinala, Tóra Dinna – Rebekka, 6 – 0.
    Bronsufinala, Rebekka – Lea Karina, 7 – 1.
    Finala, Tóra Dinna – Marianna, 5 – 5, shoot-off, 9 – 8.

    [object Object]

    Menn recurve
    Innleiðandi:
    Hans Petur Højgaard (Ørvur), 277+276 = 553.
    Michael Feldballe (Tambar), 265+263 = 528.
    Per Símunarson (Ørvur), 249+245 = 494.
    Hannis Reinert á Plógv (Vágaskot), 241+245 = 486.
    Hálvfinala, Hans Petur – Hannis, 6 – 0.
    Hálvfinala, Michael – Per, 6 – 2.
    Bronsufinala, Hannis – Per, 6 – 4.
    Finala, Hans Petur – Michael, 6 – 4.

    [object Object]

    Kvinnur compound
    Innleiðandi:
    Helena við Misá (Ørvur), 244+257 = 501.
    Rakul Dam (Tambar), 251+245 = 496.
    Finala:
    Helena – Rakul, 127-131.

    [object Object]

    Menn compound
    Innleiðandi:
    Jóannes Poulsen (Ørvur), 293+287 =580.
    Sámuel Petersen (Ørvur), 283+284 = 567.
    Jógvan Niclasen (Tambar), 270+277 = 547.
    Hálvfinala:
    Sámuel – Jógvan, 141-143.
    Finala:
    Jóannes – Jógvan, 147-141.

    [object Object]

    Greinin varð fyrstu ferð løgd út 13. februar 2024

    65 Leygardagur 17. februar 2024

    Reystmenninum Magnusi til minnis

    Tað kendist mær sum eitt reystmenni var fallið. Og vit í Gøtu eina institutión fátækari

    (Mynd: Tórður Mikkelsen/Við Tórði á Túri)
    SkrivaÐ:

    Minningarorð / Ovi Brim

    Løtan er serstøk hvørja ferð. Kirkjuliðið er farið á føtur. Miðskips standa teir, ið syngja fyri líki, sum vóru teir loðsar hesa seinastu ferðina. Í virðing standa berarar við børuna, klárir at leiða yvir um Rossagarð á seinasta sinni. Hesa tignarligu løtu er alt flust uttanav, vit eru inni við lívsins merg. Um hann verður tá sungið, sum syndir mínar á seg tók, tí skal navn mítt skrivað standa yndisligt í lívsins bók – tað verður sungið um Jesu dýrabara frelsaranavn.

    Soleiðis var eisini týsdagin undanfarna, tá Magnus Heinason varð borin út úr Gøtu kirkju. Tað kendist mær sum eitt reystmenni var fallið. Og vit í Gøtu eina institutión fátækari.

    Í yvir 70 ár hevur Magnus tænt í Gøtu kirkju, har hann sum klokkari hevur kallað fólkið saman til halgan fund. Fyrst í Norðragøtu og eftir at nýggja kirkjan við Gøtugjógv í 1995 varð vígd, í báðum kirkjum. Fyri níggju árum síðani hittust vegir okkara, og frá fyrsta degi, hevur talan verið um vinalag. Soleiðis kendist tað í øllum førum, tí maðurin var eitt sosialt flogvit. Eyðkenda lyndi hansara og blíða bros eru saknað. Skemtiligu søgurnar við.

    Spurdi Magnus einaferð um barnaminni frá sunnu- og halgidøgum. Svarið kom prompte – pápin Heini lítandi í spegilin við rakiknívi í hendi, meðan mamman Jacobina aftan fyri hann stóð við sálmabók. Tey valdu sálmar, sum um nakrar tímar skuldu syngjast til lesturin heimi í kirkju. Heini í Súnastovu varð settur sum kirkjutænari í Gøtu kirkju frá 1926, men barst honum frá, loysti konan uppgávuna.

    At Magnus skuldi gerast kirkjubetjentur, sum hann onkuntíð kallaði tað, hevur sostatt ligið í kortinum frá upphavi. Sum stórur smádrongur ringdi hann fyrstu ferð og frá boðanardegi Mariu í 79 var hann so at siga einsamallur um tænastuna í Gøtu kirkju. Og soleiðis inntil farið varð í nýggju kirkjuna við Gøtugjógv, tá ið teir gjørdust tveir um tænastuna, Petur í Frammistovu tá við høvuðsábyrgdini. Og hóast Magnus fyri nøkrum árum síðani lat øðrum kúlvin, so hevur hann altíð verið at heita á. Jóladag – til inkarnatiónsveistluna – stjórnaði Magnus klokkunum í Gøtu kirkju á seinasta sinni. Klokkunum, hvørs áskrift er Eg ringi yvir bygdir hvøll, eg kalli fólkið komið øll.

    Magnus var altíð í gongd við eitthvørt og sannlíkindini fyri at hitta hann uttandura vóru góð. Eftir faðirin, tók hann yvir Súnastovufestið í 79, sum hann eisini gekk upp í við lív og sál. Tað gav at bíta í 1993, tá ið GÍ stríddist fyri at vinna sítt fyrsta føroyameistaraheiti av fleiri. Venjarin Jóhan Nielsen hevði givið greið boð um, at menn skuldu møta úthvíldir til dyst. Um hálvan september tók ÍF ímóti inni í Fløtugerði. Einki kann lumpa sum grannauppgerðir, men hetta tók Magnus sær ikki av. Súrhoyggjabrunnurin skuldi fyllast, so hann setti sínum stevnu. Teirra millum soninum Heina Heinason og versoninum Paula Jarnskor, sum langt út á kvøldið knossaðust uppi við fjósið. Dystin inni í Fuglafirði vunnu Gøtumenn við tveimum málum. Málskjúttar vóru Pauli og Heini. Sjálvandi, hevur mann hug at siga.

    Magnus, f. í 1938, var elstur av átta systkjum, sum frá barnaárum fingu hin krossfesta Krist uppmálaðan fyri eygum sínum. Alt frá óvitaárum luttók hann í tí, sum pápin og abbin tókust við. Heini var timburmaður og abbin fekst við alt frá jarn- til ursmíð. Karakteristiska handaliga hegnið hjá Magnusi er tí ikki úr leysum lofti.

    Læruna sum elektrikari stóð hann í Klaksvíkini í 1961, men tað eru serliga Skála skipasmiðja og El-Talvuvirkið í Gøtu, ið hava havt gleðina av evnunum hjá Magnusi. Á Skála frá 1964-87 og í Gøtu frá 1987-2024. Við Tórhalli, Peturi hjá Benna og Magnusi, sum allir hava mynstrað av, er serstakur kapittul latin aftur í Norðragøtu. Ungu elektrikararnir eru nógvir í tali, sum hava góð minni úr kaffistovuni í Norðragøtu og við takksemi gleðast um hesar, ið løgdu teimum lag á.

    Gøtur teirra Judithar og Magnusar bóru við hvørja aðra í Keypmannahavn fyrst í sekstiárunum og í adventini í 1964 gingu hesar lívsgøtur í eina, í somu kirkju, sum Magnus á sinni varð doyptur og fermdur í. Børnini gjørdust trý, Edla, Heini og Bárður og deyðfødda gentubarnið millum Heina og Bárð, ongantíð gloymt. Nýggjársaftan í 2022 doyði Bárður bert 49 ára gamal av krabbasjúku. Magnusi og familjuna allari til stóra sorg. Judith og Magnus fingu góð 59 ár í hjúnalagi, tá ið Magnus 9. februar andaðist á Lanssjúkrahúsinum 85 ára gamal.

    Mær varð givið høvi at lesa ævilýsing hansara í sambandi við, at hann fekk kongaligan heiðurssprota fyri trúgva tænastu í kirkjuliði okkara. Magnus greiður soleiðis frá:

    “Til seinast vil eg siga, at eg havi havt eitt gott lív, ríkt vælsignaður við góðari familju, góðum arbeiðsmøguleikum í góðum landi. Og so eri takksamur fyri, at eg gjøgnum mítt vaksna lív fekk loyvi til at gera tænastu í Harrans víngarði, sum klokkari í Gøtu kirkju.” 

    Guds styrki og troyst, Judith og familjan øll.

    Friður veri við minninum um Magnus Heinason

    Greinin varð fyrstu ferð løgd út 16. februar 2024