Lat aftur Yvirlit list articles in edition

Leygardagur 02. mars 2024 | Nr. 9 | Árgangur 5 | Kr. 0,00

Føroyingur eigur flottasta baðilandið í Íslandi!

SíÐa 2

1 Leygardagur 02. mars 2024

Góðan lesihug og gott Vikuskifti

Nýggj útgáva hvønn leygarmorgun kl. 7

Oddagrein

Nær misprýðir ein kirkja?

Ein avgerð er tikin í einum málið, sum hevur órógvað í eina tíð.

Ein meiriluti í Tórshavnar býráð hevur givið kirkjuráðnum á Argjum loyvi til at fara undir byggingina av nýggjari kirkju á Argjum. Hørðu og inniligu mótmælini um at eira valda náttúruvakra øki við Sandá vórðu ikki hoyrd. Heldur ikki tilvísingarnar til, at økið var ein gáva, ið varð givin táverandi kommununi við tinglýstum treytum um, at tað skuldi varðveitast sum fríøki.

Onkrastaðni í drúgvu viðgerðini av hesum byggimáli, er eitthvørt mistak gjørt, sum ger, at kommunan og býráðið í Havn ikki hava annað val, enn at geva byggiloyvið. Og kirkjuráðið stóð ikki til at vika - argumentini rinu ikki við.

Fyrst er at siga, at sjálvandi eiga Argir at fáa eina nýggja kirkju. Verandi kirkja, sum einaferð bar heitið kirkju- og missiónshús, og eisini virkaði sum skótahús, er lítið virðilig í mun til aðrar bygningar, ið eru ætlaðir til gudstænastur innan fólkakirkjuna.

So lítið innbjóðandi hevur húsið verið, at tað eru argjabúgvar, ið leita sær til aðrar kirkjur fyri at vera við í gudstænastu, júst av hesi orsøk. Vit halda okkum eisini vita, at tað eru fólk í sóknini, ið hava valt lokala kirkjubygningin frá í sambandi við kirkjuligar tænastur, so sum brúdleyp og dóp og kanska eisini konfirmatiónir.

Og tað er væl skiljandi.

Tað sum ikki er skiljandi er, hví økið við Sandá er valt. Hví verður ein kirkja løgd á markinum til grannasóknina? Hví ikki miðskeiðis í sóknini, ella har sum flest fólk búleikast?

Tað er minni enn ein kilometur í loftlinju millum ætlaða økið og Vesturkirkjuna – minni enn hálvan annan kilometur eftir vegnum. Bara eina staðni er tað tættari millum kirkjur – millum Havnar kirkju og Vesturkirkjuna (knappar 700 metrar í luftlinju og lítlan kilometur eftir vegnum), men nógv er hent við Havnini síðan Vesturkirkjan varð bygd. Tá býarmenningin á Argjum so at siga bara gongur niðaneftir og suðureftir, so er tað ein gáta, at staðið, ið liggur longst vekk frá Hamrinum og býlingunum undir Kongavarða, verður valt.

Tað ringasta er kortini, at málið hevur sett kílar millum fólkið á staðnum.

Sjálvandi vil kirkjufólkið á Argjum fáa ein enda á stríðnum, tí teirra ynski er at fáa eina nýggja kirkju, og tey síggja onga meining í at byrja av nýggjum við at finna eitt øki, tá hetta hevur staðið teimum í boði so leingi.

So eru tað nærmastu grannarnir, sum óttast fyri at missa útsýni og órógvast av kirkjuklokkuni – slík mótstøðufólk vilja altíð vera.

So eru tað tey, ið harmast um, at eitt náttúruvakurt økið verður inndrigið til ein bygning, sum tað ikki er eydnast, hvørki kirkjuráðnum og allarminst arkitektinum at sannføra almenningin um, at bygningurin er vakur og kann gerast eitt prýði fyri bygdina.

Merkiligt, at tað ikki er nakar, sum argumenterar fyri, at bygningurin kann blíva eitt virði fyri økið. Er tað tí at valda uppskotið ikki hevur nakað faðurfrøðiligt virði? Vit vita ikki.

Tað einasta vit vita er, at tað er sjáldan, at ein kirkja hevur oyðilagt fagurfrøðiliga virðið fyri økið, sum kirkjan stendur á. Ja, satt at siga kunnu vit ikki koma í tankar um nakra kirkju í Føroyum, har økið hevði verið fagrari, um ongin kirkja stóð har.

Og at enda eru tað sjálvandi tey, sum til eina og hvørja tíð taka partí við náttúruni og teimum plantum og kyktum, ið mugu lúta fyri býarmenningini. Vit undrast bara yvir, at tað júst er hesin bletturin á Argjum, sum kempað verður fyri, meðan onki verður lagt í aðrar náttúruhópoyðingar, sum fara fram á Føroyalandi. Vit kundu nevnt fyrilitaleysar verkætlanir, sum t.d. tyrvingin av tunnilsgróti á Velbastað, havnarútfyllingar á Sundi, Runavík, Ánunum og Borðoyavík og ringvegin í Hoyvík og Marknagili, har náttúran ikki tykist nakran góðan at eiga.

Tað mest áhugaverda tó í døminum við kirkjuni á Argjum er tann, at hesir aktivistar, sum stríðast vegna náttúruvirðini, hava eina tinglýsing frá 1975 at hella seg til, sum fullkomuliga verður negligerað av kommunalu umsitingini, og tað er ræðandi.


SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

  • Blaðið

    Stovnað 2020

    Útgevari: Knassar

    Upplag: 10985

    Lisnar síður: 30212

    Dagført 10. hvørt sekund
  • Samband

    tel. 20 80 80

    [email protected]



    Ingi Samuelsen

    Redaktørur

    [email protected]

    tel. 22 22 73


  • Borgar Kristiansen

    Lýsingarráðgevi

    [email protected]

    tel. 23 66 01

2
Leygardagur 02. mars 2024

Føroyingur eigur flottasta baðilandið í Íslandi!

Sigríður María Hammer, vanliga rópt Sia, eigur og rekur nýtt baðiland nærhendis Akureyri, sum er ógvuliga væl móttikið - eisini av føroyingum, ið hava ferðast har á leið

(Mynd: forestlagoon.is)
SkrivaÐ:

Jákup Bech Jensen

Sigríður María Hammer, sum er ættað úr Føroyum, er eigari og stjóri í nýggju snotiligu baðstovuni Skógarböð / Forest Lagoon, sum lat upp í 2022. Baðstovan er staðsett í skógvaksnum fjallalendi í sera vøkrum landslagi við útsýni yvir Akureyri.

Uppvaksin í Føroyum

Sia er fødd á Akureyri, men flutti til Føroya, tá ið hon var tvey ára gomul. Hon búði við familjuni í Føroyum í fimm ár, og gekk eitt ár í føroyskum skúla. Hvørja summarferiu vitjaði hon ommu sína í Føroyum, sum búði við Landavegin í Havn.

Ættað úr Klaksvík og av Toftum

Pápi hennara Bjarni Debess Hammer, sonur Wenzel Hammer, er ættaður av Toftum. Omma hennara í faðirætt var Sigrid Maria Hammer, fødd Debes. Mamma hennara María Elísabet Behrend er fødd í Íslandi, nakað uttan fyri Akureyri. Foreldur hennara vóru Simona Mikkelsen úr Klaksvík og Gustav Undal Behred, sum var dani. Tey fóru til Íslands stutt eftir kríggið, og settu búgv nakað uttan fyri Akureyri.

[object Object](Mynd: forestlagoon.is)

Drúgvar altjóða royndir innan ferðavinnu

Sia hevur livað eitt sera spennandi og fjølbroytt arbeiðslív. Sum 17 ára gomul fór hon sum skiftisnæmingur til Adelaide í Australia. Eftir tað arbeiddi hon umborð á Norrønu. Tað var ein sera spennandi tíð við ymiskum uppgávum. Eftir tíðina umborð á Norrønu var Sia í Týsklandi í gott 10 ár. Hon fór til Týsklands at lesa Business Administration.

Eftir lesnaðin starvaðist hon millum annað hjá British Airways.

Flytir aftur til Íslands

Eftir at hava møtt Páll Steindórsson, sum var íslendari, valdu tey at flyta aftur til Íslands. Fyrst til Reykjavíkar og síðani til Akureyris. Saman fingu tey tvær døtur, Gudný Birta, sum býr á Akureyri og lesur HR, og Sara, sum er farin til Danmarkar í lestrarørindum.

Flogvanlukka - einkja við stórari ábyrgd

Páll var flogskipari og arbeiddi innan sjúkraflutning. Hann lat lív í flogvanlukku 5. august 2013 við Hliðarfjall.

Sia var bert 42 ár, tá ið hon gjørdist einkja. Beint áðrenn Páll doyði, høvdu tey saman keypt tvey gistingarhús við í alt 115 kømrum. So umframt at vera um døturnar, sum høvdu mist pápa sín, mátti Sia dríva virksemið víðari.

Í 2015 møtti Sia núverandi manni sínum, Finn Aðalbjørnsson. Finn er entrepreneur og arbeiðir fyri tað mesta við jørðarbeiði.

[object Object]Forest Lagoon/Skógarböðin lat upp 22. mai 2022. Her sæst Sia saman við manni sínum, Finn (Privatmynd)

Forest Lagoon sær dagsins ljós

22. mai 2022 var ein stórur dagur fyri Siu og Finn. Tá lat Forest Lagoon upp fyri almenninginum.

Umframt baðiland er eisini ein matstova. Her kann ein fáa brunch frá kl. 11-17.

- Tað er bara soleiðis, at okkara brunch er tann besti í býnum, sigur Sia.

Vatnføringin var eitt óhapp!

Vatnið, sum verður brúkt í baðistovuni var funnið av misgáum, tá ið borað varð fyri einum tunli. Vatnið er umleið 50° heitt, og gjørdi tunnilsarbeiðið sera torført. Tað eydnaðist eftir eina tíð at leiða heita vatnið út úr tunlinum. Vatnið var so mikið nógv, at tað skjótt var ein stór á, sum rann út á sjógv frá 2015 til 2022.

Vatnið, sum ikki varð gagnnýtt, varð ført 2,7 kilometrar til baðlandið.

- Tað var ikki bert fyri at gagnnýta tilfeingið, at vit valdu at byggja Skógarböð, men eisini tí vit sóu ein tørv á einum slíkum staðið.

Ein dreymabyrjan

Undirtøkan hevur verið avbera góð, ja langt út um, hvat væntað varð. Fyrsta árið hevði Skógarböður ikki minni enn 120.000 gestir! Í summarhálvuni vóru 80 prosent av gestinum ferðafólk. Um veturin er eisini nakað av ferðafólki, men størri parturin er íslendarar. Í løtuni starvtast 45 fólk á Skógarböð.

- Fleiri føroyingar hava verið á vitjan Hóast Forest Lagoon ikki er so kent sum Blue Lagoon, so hava fleiri føroyskir gestir verið og vitjað. Seinasta vikuskifti vóru 130 føroyingar á skíðferiu á Akureyri, og nógvir teirra vóru eisini her.

Hetta vikuskiftið eru 174 føroyingar á skíðferiu her, og vit hava fingið nógvar bíleggingar, og tað gleðist Sia um.

Les meir um Skógarböð á heimasíðuni: https://www.forestlagoon.is/en 

[object Object]
(Mynd: forestlagoon.is)

[object Object]
(Mynd: forestlagoon.is)

[object Object]
(Mynd: forestlagoon.is)

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 02. mars 2024

3 Leygardagur 02. mars 2024

217 ára gomul føroysk kvinnutroyggja funnin í London

Fimm pakkar og umleið 200 brøv, vóru hósdagin latin upp á the National Archives í London. Brøvini og pakkarnir vórðu send úr Føroyum í 1807

(Mynd: Tjóðsavnið)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Fimm pakkar og umleið 200 brøv, vóru í gjár latin upp á the National Archives í London. Brøvini og pakkarnir vórðu send úr Føroyum í 1807. Í einum pakka var ein vøkur kvinnutroyggja, í einum øðrum fýra pør av knæsokkum til kvinnur, og í tveimum pakkum vóru byggkorn í.

[object Object](Mynd: Tjóðsavnið)

[object Object](Mynd: Tjóðsavnið)

Brøvini og pakkarnir, sum vóru send úr Føroyum 20. august við skipinum hjá kongaliga einahandlinum, Anna Mariu, komu ongantíð fram, tí enskir kaparar tóku skipið  2. september. Hetta var sama dag sum Ongland bumbaði Keypmannahavn og tók danska flotan. Skipið varð ført til Keypmannahavn, og hald varð lagt á førningin. Sambært skiparanum, Jurgen S Toxsvaerd, vóru 49.000 pør av hosum, umframt aðrar vørur so sum turrur fiskur, tálg, fjarðar og lýsi við, sum handilin átti. Eisini høvdu fólk sent pakkar og brøv við skipinum til familju og samstarvsfelagar í Keypmannahavn.

Gáva ætlað danskari kvinnu
Erling Isholm av Søgu- og samfelagsdeildini og Margretha Nónklett av Fólkalívsdeildini á Tjóðsavninum vóru hjástødd, tá ið pakkar og brøv vóru latin upp á.

Konservatorurin á Prize Paper verkætlanini, Mariana Casagrande, stóð fyri upplatingini. Í fyrsta pakkanum var ein sera væl varðveitt mynstrut kvinnutroyggja, sum snikkarin Niels C. Winther sendi úr Føroyum 20. august til harra P. Ladsen saman við einum brævi. Niels C. Winter letur heilsa frá konu síni, sum takkar unnustu P. Ladsens fyri rísingrýnið, hon hevði sent teimum. Afturfyri sendir hon henni eina nátttroyggju, sum hon vónar, at hon kann brúka. Troyggjan er lík føroysku kvinnutroyggjuni bæði viðvíkjandi liti og mynstri, men er ikki opin.  

[object Object](Mynd: Tjóðsavnið)

[object Object](Mynd: Tjóðsavnið)

[object Object](Mynd: Tjóðsavnið)

Í hinum pakkunum vóru royndir av byggkorni, sum var spilt á veg til Føroyar og tí sent aftur, umframt fýra pør av hvítum fíntbundnum knæsokkum til kvinnur, ið ætlanin var at selja í Danmark. Í minsta pakkanum ein bindi- ella litprøvi.

[object Object](Mynd: Tjóðsavnið)

[object Object](Mynd: Tjóðsavnið)

Serstakar og virðismiklar keldur
Hetta er fyrstu ferð, at vit við vissu kunnu staðfesta akkurát, nær eitt so gamalt føroysk plagg er frá. Pløggini, sum eru í sera góðum standi, kunnu geva okkum nýggja vitan um føroyska binding, litir og mynstur tíðliga í 19. øld. Ætlanin er at gera ymsar royndir av pløggunum í samstarvi við kanningarstovuna á bretska tjóðskjalasavninum.

Brøvini umboða ein fjórðing av øllum samskifti millum Føroyar og Danmark í 1807, bæði á mynduleikastig og millum einstaklingar, og eru tí eisini serstakar og virðismiklar keldur.

Brøvini verða skipað, talgild og almannakunngjørd á einum open access dátugrunni, væntandi í heyst. Hesum arbeiði tekur Erling Isholm á Søgu- og samfelagsdeildini lut í. Arbeitt verður eisini við at fáa pløggini heim til eina serframsýning á Tjóðsavninum, sum eftir ætlan letur upp næsta ár. Hendan partin stendur Tjóðsavnið fyri.

Kelda: Tjóðsavnið

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 01. mars 2024

4
Leygardagur 02. mars 2024

Mest skal byggja frystitrolara til Varðan

Skipið skal latast reiðarínum á sumri í 2026

(Mynd: Varðin)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Sáttmáli er undirskrivaður millum Varðan og skipasmiðjuna MEST um at byggja nýggjan frystitrolara. Skipið skal latast reiðarínum á sumri í 2026.

Talan er um eitt framkomið skip, sum er útgjørt til framtíðar krøv. Skipið skal vera 44,15 metrar langt og 11,60 metrar breitt. Frystitrolarin skal hava ein framkomnan Wartsila-25 motor við 2611 HK. Hetta er ein motorur, sum brennur lítið og sum er gjørdur klárur til at verða umbygdur til grønar loysnir.

Sniðið á skipinum er gjørt í samstarvi millum Varðan og MEST, og málið hevur verið at tryggja so góð arbeiðsviðurskifti og hentleikar til manningina umborð, sum møguligt.  Skipið skal hava eina verkasmiðjusloysn við frystiorku á 40 tons um dagin.

[object Object]Móritz Mohr, stjóri í Mest, og Bogi Jacobsen, stjóri í Varðanum (Mynd: Varðin)

- Vit á Varðanum gleðast um, at nýggi frystitrolarin verður bygdur í Føroyum. MEST hevur áður bygt frystitrolarar og hava fyri stuttum bygt nýggja havrannsóknarskipið, Jákup Sverra - so vit valdu MEST at standa fyri byggingini av okkara nýggja frystitrolara, sigur Bogi Jacobsen, stjóri í Varðanum.

Tað var ein ovurfegin Mouritz Mohr, sum í dag undirskrivaði sáttmálan við Varðan.

- Hetta er ein stórur dagur fyri okkum á MEST. At vit í Føroyum fáa møguleikan at varðveita skipasmíð sum handverk er umráðandi fyri okkum sum tjóð. Og serliga gleðiligt er tað, at vit eru kappingarfør við okkara grannatjóðir, sigur Mouritz Mohr stjóri í MEST.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 27. februar 2024

5

Størv

Programmsamskipari til Landssjúkrahúsið

Meira Umsóknarfreist: 12. desember 2024

Deildarleiðari til heimatænastuna í Roðanum

Meira Umsóknarfreist: 15. desember 2024

Tekniskur leiðari til Strandfaraskip Landsins

Meira Umsóknarfreist: 15. desember 2024

Tangabilførari til Effo

Meira Umsóknarfreist: 15. desember 2024

Løgfrøðingur til Fiskivinnu- og samferðslumálaráðið

Meira Umsóknarfreist: 01. januar 2025

Deildarleiðari til Terapideildina í Heilsu- og umsorganartænastuni

Meira Umsóknarfreist: 16. desember 2024

Ergoterapeutur til Økistænastuna í Sandoyar Sýslu

Meira Umsóknarfreist: 23. desember 2024

Landmátingsteknikari til Munin

Meira Umsóknarfreist: 10. desember 2024

Samskiftisráðgevi til Vinnuhúsið

Meira Umsóknarfreist: 16. desember 2024

Kundaráðgevi til Betri Pensjón

Meira Umsóknarfreist: 05. januar 2025

Heilsuskúli Føroya søkir eftir sjúkrarøktarfrøðingi ella samsvarandi

Meira Umsóknarfreist: 30. desember 2024

Deildarleiðari til Eldrasambýlið í Kollafirði

Meira Umsóknarfreist: 06. desember 2024
6 Leygardagur 02. mars 2024

Byggiloyvi givið til nýggja kirkju á Argjum

Býráðið í Havn hevur samtykt at geva kirkjuráðnum loyvi at byggja kirkju millum Støðlagøtu og Sandá. Átta atkvøddu fyri og fimm atkvøddu ímóti

(Mynd: Kirkjuráðið á Argjum)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Byggiloyvi fyri nýggju kirkjuna á Argjum var á skránni fyri býráðsfundin í Havn hósdagin.

Átta atkvøddu fyri, og fimm ímóti. Harvið hevur kirkjuráðið á Argjum fingið loyvi at byggja nýggja kirkju í økinum millum Støðlagøtu og Sandá. Men tað er við nøkrum treytum.

Á býráðsfundinum legði borgarstjórin Heðin Mortensen fram broytingaruppskot, har mælt verður til at taka undir við byggi- og býarskipanarnevndini við teirri broyting, at veitt verður kirkjuráðnum á Argjum byggiloyvi til nýggjan kirkjubygning treytað av, at farið verður ikki undir jørðarbeiðið, fyrrenn ein fullfíggjað kostnaðar-, tíðar- og byggiætlan fyriliggur fyri allari byggingini. Hetta varð samtykt.

[object Object]

[object Object]

[object Object]

[object Object]

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 29. februar 2024

7 Leygardagur 02. mars 2024

Stórur skaði hjá City Church

At síggja til er stórur skaði komin á samkomubygningin eftir eldsbrunan í samkomuhúsinum týskvøldið

Soleiðis sær út í eystaru síðu av samkomubygninginum (Mynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Nakað aftan á midnátt mikunáttina kom fráboðan um, at eldur var í samkomubygninginum City Church í miðbýnum í Havn. Tað sum fyrr var Evangeliihúsið.

Eldurin tykist at vera kyknaður í eystaru síðu av bygninginum, har oljufýringini í bygninginum er.

Liðugt var at sløkkja eldin um tvey tíðina hesa náttina, upplýsir løgreglan.

Stórur skaði er komin á bygningin. Eingin var í City Church tá eldurin kyknaði.

Myndir: Sverri Egholm

[object Object]

[object Object]

[object Object]

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 28. februar 2024

8
Leygardagur 02. mars 2024

Stórur partur av brúnni kolaður upp

Fólk frá løgregluni fara í dag at kanna, hví eldur kom í trolaran. Sí myndir úr Klaksvík

(Mynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Um sjey tíðina farna fríggjakvøld var boðað frá eldi umborð á trolaranum Slættabergi, sum lá við bryggju í Klaksvík.

Eldurin kyknaði á brúnni og spreiddi seg niður til kømrini. Tað tók eina løtu at fáa bilbugt við eldinum, men um tíggju tíðina var eldurin sløktur.

Umleið tveir tímar áðrenn, at eldurin var fráboðaður, hevði onkur sæð ungdómar spæla umborð á Slættabergi og bátinum, sum lá undir liðini á Slættabergi. Óvist var tó leygardagin um hetta hevði samband við eldsbrunan.

Gamli Smaragd
Slættaberg er gamli Smaragd, og hevur hoyrt til Kósina seinastu nógvu árini. Í 2020 varð skipið avloyst av Grønanesi, sum varð keyptur úr Vestmanna.

[object Object](Mynd: Jan Danielsen)

[object Object](Mynd: Sverri Egholm)

[object Object]
(Mynd: Sverri Egholm)

[object Object]
(Mynd: Sverri Egholm)


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 24. februar 2024

9 Leygardagur 02. mars 2024

Løgmaður og landsstýrisfólk fáa upp í 11.000 krónur meira í løn

Ætlanin er, at løgtingsfólk skulu fáa væl meira í løn enn tey fáa í løtuni, men løgmaður og landsstýrisfólk fáa eisini lønarhækkan

Ruth Vang, landsstýriskvinna við fíggjarmálum, og Aksel V. Johannesen, løgmaður (Savnsmynd: Jens Kr. Vang)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Tað vóru nógv, sum hildu ætlaðu lønarhækkingina til løgtingsfólk vera í meira lagi, men løgtingsfólk, landsstýrisfólk og løgmaður fingu fyri stuttum eina stóra lønarhækking í sáttmálasamráðingunum millum landið og fakfelag.

Ruth Vang undirskrivaði ein sáttmála síðst í januar, sum gav politikarunum millum 5.500 og 11.000 krónur meira í løn.

Hetta skrivar Frihedsbrevet.fo, sum hevur gjøgnumgingið lønirnar og lønarhækkaninar hjá løgmanni, landsstýrisfólkum og tingfólkum.

Í oktober 2022 fekk løgmaður smáar 90.000 krónur um mánaðin. Í dag fær hann 97.086 krónur, og í oktober í ár fer hann upp á 101.700 krónur um mánaðin.

Landsstýrisfólk fingu í oktober 2022 umleið 76.000 krónur um mánaðin. Í dag fáa tey 82.150 krónur, og í oktober hækkar lønin upp í umleið 86.000 krónur.

Frihedsbrevet skrivar eisini, at løgtingsfólk eru farin nógv upp í løn. Í oktober 2022 fingu løgtingsfólk smáar 43.000 krónur, og í dag fáa tey 46.373 krónur. Í oktober í ár fáa tey eina lønarhækkan og koma upp í 48.500 krónur.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 26. februar 2024

10 Leygardagur 02. mars 2024

BankNordik góðar 300 milliónir í avlopi

Góðu úrslitini stava í høvuðsheitum frá rentuinntøkum, góðu úrslitunum hjá Trygd, avkasti á eginognini og lágu niðurskrivingunum, sum bera boð um haldføru fíggjarstøðuna hjá kundunum

(Savnsmynd)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Roknskapurin hjá Banknordik fyri 2023 er í dag almannakunngjørdur, og virksemið hjá samtakinum hevur sum heild staðið seg væl.

Góðu úrslitini stava í høvuðsheitum frá rentuinntøkum, góðu úrslitunum hjá Trygd, avkasti á eginognini og lágu niðurskrivingunum, sum bera boð um haldføru fíggjarstøðuna hjá kundunum. Hóast úrslitini fyri árið eru góð, so hava inntøkurnar frá tænastugjøldum verið lækkandi í 2023, skrivar bankin.

Eftir at inflatiónin hækkaði nógv í bæði 2021 og 2022 valdu fleiri miðbankar og tjóðbankar at hækka rentuna fyri at tálma høgu inflatiónini. Serliga í 2023 hækkaði rentan nógv og ofta, og mongu rentuhækkingarnar hava helst víst seg at rigga, tí inflatiónin er lækkað munandi í 2023. Meðan brúkarainflatiónin í ES var 10,6 prosent í november 2022, var hon 2,4 prosent við ársbyrjan í ár. Hyggja vit eftir komandi mánaðunum, so væntar marknaðurin, at rentan fer at lækkað nakað - tað verður tó ikki við tí ferðini, sum rentan hækkaði í 2023.

- 2022 og 2023 hava verið serstøk á tann hátt, at vit hava havt eina skjóttvaksandi inflatión og óvanliga nógvar rentuhækkingar. Hóast okkara kundar hava verið mótstøðuførir í einum avbjóðandi tíðarskeiði, so kunnu broyttu fortreytirnar byrja at vísa seg. 2023 var sjeynda árið á rað, har vit afturførdu niðurskrivingar, men vit vænta, at hetta kann fara at broytast í 2024. Vit fegnast tó um góðu úrslitini hjá samtakinum og ikki minst, at okkara kundar hava víst seg at hava eina sunna fíggjarstøðu – hetta er eitt gott útgangsstøði fyri 2024, sigur Turið F. Arge, forstjóri.

Til komandi ársaðalfundin fer nevndin at mæla til eitt samlað vinningsbýti áljóðandi 80 mió. kr. fyri 2023 til íleggjararnar. Vinningsbýtið svarar til 26 prosent av avlopinum og er sostatt eitt frávik frá vinningsbýtispolitikkinum, sum er 70%. Orsøkin til frávikið er eitt óavgreitt mál í Fíggjareftirlitinum viðvíkjandi íbúðar- og vinnubygningum í Føroyum og Grønlandi, sum kann ávirka kapitalgrundarlagið negativt. Bankin væntar, at málið verður avgreitt í fyrru hálvu í 2024.

Roknskapurin í stuttum

• Úrslitið eftir skatt gjørdist 308 mió. kr. samanborið við 164 mió. kr. í 2022.

• Rakstrarúrslitið fyri niðurskrivingar gjørdist 269 mió. kr. samanborið við 202 mió. kr. í 2022.

• Niðurskrivingar á útlánum vórðu afturførdar við 10 mió. kr. samanborið við eina afturføring á 47 mió. kr. í 2022.

• Útlánini hækkaðu úr 8,1 mia. kr. í 2022 upp í 8,9 mia. kr.

• Realkredittlánini vóru 2,6 mia. kr. samanborið við 2,65 mia. kr. í 2022.

• Innlánini hækkaðu úr 8,4 mia. kr. í 2022 upp í 8,7 mia. kr.

• Veruligi kjarnukapitalurin hækkaði úr 21,4 prosent í 2022 upp í 25,8 prosent.

• Solvensurin, íroknað NEP-kapital, hækkaði úr 29,7 prosent í 2022 upp í 41,1 prosent.

• Leiðslan væntar, at úrslitið eftir skatt fyri 2024 verður millum 225 og 255 mió. kr.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 27. februar 2024

11 Leygardagur 02. mars 2024

Elektron er nú ISO sertifiserað

Talan er um altjóða stig, í mun til at stýra KT-trygd við. Elektron er fyrsta føroyska KT-fyritøka við hesum

Hetta er alt við tí endamáli, at bæði vit sjálvi og okkara kundar vita, at vit altíð gera, alt vit kunnu fyri at varðveita okkara trygdarstig, sigur stjórin í Elektron (Savnsmynd: Jens Kr. Vang)
SkrivaÐ:

Innsent

Undanfarna hósdag komu boðini um, at Elektron hevur fingið ISO 27001:2022 sertifisering. Hetta er fyrsta føroyska KT-fyritøka, ið hevur fingið eina slíka.

IISO 27001:2022 er ein altjóða standardur til at stýra KT-trygd við, og sertifiseringin vísir, at Elektron livir upp til settu krøv innan KT-trygd.

Haraftrat merkir hetta, at Elektron hevur nøktandi stýring, mannagongdir og annars livir upp til tey krøv, standardurin setir. Eisini lýkur virkið lógarásett krøv og sáttmálakrøv frá kundum viðv. menning, servararakstri og krøv innan net- og
hýsingarundirstøðukervi og kundatænastu.

Von við grannskoðan             
Hóast grannskoðaravitjan ikki er nakað nýtt á Elektron, er sertifiseringin ein týðandi varði á vegnum, og vísir enn einaferð, at Elektron er á altjóða stigi, tá KT-trygd og góðsku sum heild, umræður.

Arbeiðið við slíkum sertifiseringum er við til at menna fyritøkuna, og sertifiseringin
kann vissa kundan og borgaran um, at alt er í tryggum hondum.

Elektron í føroyska samfelagnum               
Elektron hevur nógvar royndir at vísa á, eitt nú  hýsingina av Samleikanum, menningina av skattaskipanini og Mínrokning. Alt týðandi lunnar undir føroyska samfelagnum. Elektron hevur frá stovnan í 1965 verið við til at menna tað føroyska samfelagið og hevur á ymsan hátt skara framúr. Hendan sertifiseringin er einki undantak og er eitt stórt herðaklapp til leiðslu, starvsfólk og nevndina í Elektron.

Ulla Joensen sigur soleiðis um sertifiseringina:

- Vit eru sera fegin um at hava tikið hesa sertifiseringina afturat teimum grannskoðanarkrøvum og sertifiseringum vit annars liva upp til. Hetta er alt við tí endamáli, at bæði vit sjálvi og okkara kundar vita, at vit altíð gera, alt vit kunnu fyri at varðveita okkara trygdarstig, sigur stjórin í Elektron.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 28. februar 2024

12 Leygardagur 02. mars 2024

Knappar 300 milliónir í avlopi

Ársúrslitið hjá Betri Banka í 2023 var munandi betri enn seinastu árini

(Savnsmynd)
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Hækkandi rentur og økt útlán síggjast aftur í úrslitinum hjá bankanum fyri 2023. Harumframt var úrslitið av fíggjarligu íløgunum væl betri enn árini frammanundan og vøksturin í útreiðslum var eisini avmarkaður. Tískil gjørdist úrslitið í 2023 munandi betri enn seinastu árini.

- Tað er umráðandi fyri menningina av føroyska samfelagnum, at bankin hevur eitt trygt kapitalgrundarlag og høgan eginpening. Hetta er neyðugt fyri at nøkta fíggingartørvin hjá bæði fyritøkum og privatkundum. Betri Banki hevur í dag ein solvens upp á 35 prosent og eina eginogn upp á 2,3 milliardir krónur, staðfestir Jean Djurhuus, forstjóri í Betri Banka.

Góða úrslitið hjá bankanum ger tað møguligt at nøkta fíggingartørvin hjá kundum okkara og hjá samtakinum at lata part av úrslitinum aftur til kundarnar umvegis Limakrónur umframt at lata munandi stuðulsupphæddir til ymisk samfelagsgagnlig endamál umvegis Betri Stuðul, sigur bankin.

Betri Banki luttekur við at gjalda 40 milliónir krónur í vinningsbýti til móðurfelagið fyri roknskaparárið 2023.

Betri banki væntar, at úrslitið í 2024 verður nakað minni enn í 2023. Orsøkirnar eru fleiri; renturnar fara sannlíkt at lækka aftur, vøksturin í føroyska búskapinum verður væntandi minni enn seinastu árini og vit vænta eisini, at innlán uttan uppsøgn verða sett á uppsagnarkontur í størri mun enn nú. Sum heild eru kundarnir í Betri Banka væl fyri og hava ikki trupulleikar við at klára sínar fíggjarligu skyldur.

Árið í stuttum

• Ársúrslit: 286 mió. krónur

• Úrslitið áðrenn skatt: 347 mió. krónur

• Fíggjarstøða: 11.494 mió. krónum

• Útlán: 8.130 mió. krónur

• Innlán: 8.946 mió. krónur

• Eginpeningur: 2.304 mió. krónur

• Solvens: 35%

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 01. mars 2024

13 Leygardagur 02. mars 2024

Búskaparráðið: Búskapurin er stinnur, men landskassin bløðir

Lyklatølini vísa framvegis, at føroyski búskapurin er stinnur. Framleiðslan er mett at vaksa 4,4 prosent í 2024 og arbeiðsloysið er framvegis søguliga lágt. Lønarútgjaldingarnar og løntakaratalið settu met í 2023, og handilsjavnin hevur framhaldandi stórt yvirskot. Hóast búskaparliga framgongd er hallið hjá landskassanum stórt

(Mynd: landsbankin.fo)
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Vøksturin í BTÚ í leypandi prísum er mettur til 5,4 prosent í 2023, 4,4prosent í 2024 og 2,8 prosent í 2025. Tað er framvegis avlop á handilsjavnanum. Arbeiðsmarknaðurin er sterkur og tað ger, at húsarhaldini hava varðveitt bjartskygnið, hóast rentuhækkingar og inflasjón hava minkað um keypiorkuna síðani á sumri í 2022.

Prísirnir veksa enn, men ikki eins nógv, sum teir hava tað seinasta árið. Treystið hjá vinnuni var lægri í januar 2024 enn í juni 2023. Tað eru serliga tilfeingisvinnan, handilsvinna og tænsastuvinnan, sum lata verri at, meðan treystið í byggivinnuni hinvegin framvegis er stórt.

Megna ikki at halda aftur við útreiðsluvøkstri
Mest sannlíkt hevur landskassin hall í 2023, 2024 og 2025. Úrslitini staðfesta, at politiska skipanin framvegis ikki megnar at halda aftur við útreiðsluvøkstri í góðum tíðum.

Búskaparráðið metir tað vera illa frágingið, tá ið úrslitið á fíggjarlógini vísir eitt hall í bæði 2024 og 2025 eftir áhaldandi búskaparvøkstri í fleiri ár á rað við lágum arbeiðsloysi og stórum inntøkuvøkstri í landskassanum.

Úrslitið á fíggjarlógini (RLÚ 1) metir Búskaparráðið verður -146 milliónir kr´nur í 2024 og -31 milliónir í 2025. Veruliga úrslitið er tó verri enn tað, tí ein partur av tilfeingisinntøkunum skal sambært lóg í búskapargrunnin. Í 2024 er metta úrslitið tí ikki -146 milliónir, men -439 milliónir krónur. Henda uppstilling av fíggjarlógini, har tað ikki verður tikið hædd fyri, at inntøkur av tilfeingisgjøldum skulu í búskapargrunnin, ger tað sera ringt hjá politikarunum og borgarum at gjøgnumskoða, hvat veruliga úrslitið á fíggjarlógini er, og hvørjum úrsliti politiska skipanin kann raðfesta eftir.

Haldførisavbjóðingin má handfarast
Ávísin fyri fíggjarpolitiska haldførið er -9 prosent av BTÚ, vísir nýggja greiningin hjá Búskaparráðnum. Av tí, at tað í framtíðini ikki verður sama lutfall millum tal av forsyrgjarum og tey, ið skulu forsyrgjast, sum í dag, verður fíggingartørvurin 45 mia. kr. tey komandi 40 árini.

Í núverandi lóggávu er samtykt at hækka pensjónsaldurin við einum hálvum ári í 2025 og 2030, men tað røkkur ikki til at loysa haldførisavbjóðingina. Hækkar pensjónsaldurin í staðin við einum heilum ári fimta hvørt ár frá 2035, gerst fíggjarpolitikkurin haldførur og fíggingartørvurin minkar niður í 12 milliardir krónur komandi 30 árini. Politiska skipanin noyðist tí at fremja nýskipanir og átøk, sum minka um útreiðslurnar og økja inntøkurnar, umframt at hækka pensjónsaldurin við einum ári fimta hvørt ár.

Eitt tiltak at tálma útreiðslunum er at seta í verk eitt fíggjarpolitiskt regluverk. Politiska skipanin eigur í eini breiðari semju, at seta sær mál fyri úrslitið hjá almenna geiranum 10 ár fram í tíð, sum er í samsvar við ein haldføran búskap í langa høpinum, tað vil siga hjá landi og kommunum undir einum.

Veks um arbeiðsútboðið
At stytta arbeiðsvikuna minkar um arbeiðsútboðið, men verður hetta kortini framt, eigur politiska skipanin at fremja átøk, ið økja um arbeiðsútboðið. Trot á arbeiðsmegi er og verður frameftir ein stór avbjóðing fyri føroyska búskapin, bæði í almenna og privata geiranum.

Fast-track skipanin hevur lætt um trýstið á arbeiðsmarknaðinum. Eisini er tað er eitt stig á røttu leiðini, at politiska skipanin hevur minkað um frádráttirnar til fólk, sum arbeiða uttanlands. Búskaparráðið er tó av tí fatan, at allar serskattaskipanir, sum eggja fólki at arbeiða uttanlands heldur enn í Føroyum, eiga at vera avtiknar.

Avtak almennar stuðulsskipanir
Tað darvar búskaparligu menningina í Føroyum, at almennar skipanir stuðla framhaldandi rakstri í vinnum, sum geva ivasamt ískoyti til búskapin.

Fiskavirkisskipanin fastheldur fólki í vinnum við lítlum ella ongum avkasti, ið ikki kann bjóða arbeiði alt árið, og sum forðar starvsfólkunum í at fáa sær arbeiði í øðrum vinnum, har tey kundu givið størri íkast til búskapin. Minstalønin til fiskimenn og ásetingin um brúksskyldu ger, at hóast fiskiskapurin ikki ber seg, verður kortini fiskað. Møguleikin at fáa útlendska manning til fiskiskip, sum fiska so mikið lítið, at manningin er á minstuløn meginpartin av árinum, ger harumframt, at vit fáa arbeiðsmegi til fyritøkur, sum ikki klára at geva kappingarførar hýrur til føroyska manning. Tað heldur lív í einum yvirkapasiteti tá ið fyritøkur, sum annars høvdu lagt skipini tí tey ikki klára at manna tey, fáa mannað tey við útlendingum.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 29. februar 2024

14 Leygardagur 02. mars 2024

Fjósið Innan Glyvur takast niður

Økið har ið fjósið stendur, skal brúkast til vinnuøki, og Sjóvar kommuna hevur í hesum sambandi keypt umleið 40.000 fermetrar av lendi av festinum Innan Glyvur, herundir fjós og tilbygningar

 
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Fjósið Innan Glyvur verður í hesum døgum tikið niður. Sjóvar kommuna hevur aðrar ætlanir við økinum rundan um fjósið, og tí hevur kommunustýrið avgjørt at taka bygningarnar niður.

Fjósið varð bygt síðst í 1970'unum av feðgunum Jógvani og Henry Frederiksberg. Jógvan festi Innan Glyvur, og tá ídnaðargerðin kollvelti vanliga mjólkarhaldið í Føroyum í 70'unum, lat hann fjósið byggja í eini roynd at byggja upp eina mjólkarframleiðslu Innan Glyvur. Jógvan andaðist í 1981, og Henry tók festið eftir pápa sín, áðrenn hann segði tað frá sær nøkur ár seinni.

Niels Thomsen, Niels bóndi, tók við festinum í seinnu helvt av 80'unum, og hevði tað næstu trý áratíggjuni, áðrenn hann takkaði fyri seg, og núverandi festari, Jaspur M. Bjartalíð, tók við.

Mjólkarframleiðslan Innan Glyvur hevði sera gott orð á sær flestu árini framleitt varð, og er kent millum manna, at mjólkineytini Innan Glyvur vóru millum tey bestu í landinum.

Tíðinar broytast og miðsavningin av mjólkarkvotunum hevur havt við sær, at ongin mjólkaframleiðsla hevur verið Innan Glyvur hesi seinastu nógvu árini, og fjósið hevur tí mest verið brúkt sum goymslubygningur.

Sum víst á omanfyri, er fjósið bygt seinast í 70'unum, og hevur sæð sínar bestu dagar. Útsynningurin, ið kann leika í Innan Glyvur, hevur mangan givið fjósinum ein skarpan gang, og nú er avgerð so tikin um, at taka fjósið og allar tilbygningarnar niður. R-Transport stendur fyri arbeiðnum at taka bygningarnar niður. Arbeiðið byrjaði spakuliga í seinastu viku og væntast at verða liðugt í næstu viku.

Í sambandi við dagføring av byggisamtyktini fyri Sjóvar kommunu, hevur verið mett, at økið fram við Urðarvegnum, har ið fjósið eisini stendur, skal brúkast til vinnuøki, og Sjóvar kommuna hevur í hesum sambandi keypt umleið 40.000 fermetrar av lendi av festinum Innan Glyvur, herundir fjós og tilbygningar.

Fyrireikingarnar til vinnuøkið eru komnar væl áleiðis, og vóna vit, at hetta fer at skapa nógv virksemi og vera við til at betra um livikor og vinnumøguleikar í Sjóvar kommunu, skrivar kommunan.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 29. februar 2024

15 Leygardagur 02. mars 2024

Prógvhandan á Yrkisnámi

55 sveinar fingu handað prógv sum elektrikarar, maskinsmiðir, smiðir, bilsmiðir, húsasmiðir og hárfríðkarar

 
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Sonn hátíðarløta var á Glasi mikudagin í sambandi við prógvhandan á Yrkisnámi. Her fingu 55 sveinar handað prógv sum elektrikarar, maskinsmiðir, smiðir, bilsmiðir, húsasmiðir og hárfríðkarar.

Niels Winter, stjóri í Vinnuhúsinum, flutti fram røðu, og Una Joensen, rektari, handaði prógvini.

Sera stórt virksemi er innan yrkisvinnuna í Føroyum. Tøl frá Yrkisdeplinum vísa, at gott og væl túsund fólk eru í holtur við at taka eina yrkisútbúgving í Føroyum. Í 2023 vórðu 376 nýggir lærusáttmálar gjørdir innan 44 ymisk yrkisøki.

Her eru myndir og nøvn á teimum, ið fingu prógv:

[object Object]

Maskinsmiðir:

Frá vinstru: Rói Klakkstein Vilhelm, MEST, Lukas Dam, Bærendsen Teknik, Jónas Øster, Delta Seafood, Bjarni Dahl Magnusarson, MEST, Allan E.S. McIntosh, MEST.

Smiðir:

Frá vinstru: Sjúrður í Botni Bertholdsen, Tangavirkið, Indriði Örn Hrannarson, MEST, Fríði í Túni Petersen, Zacharias Leitisstein.


[object Object]

Húsasmiðir:

Frá vinstru: Rói á Lakjuni, HVT, Rógvi Høgnesen, BE Smíð, Rani R. Nicolajsen, Fa. Niels Johannis Tjaldrastein, Pauli Nolsøe Vang, Trygvi Vang Timburmeist., Óli Steinberg Poulsen, Timbur-Snikkaratænastan, Ólavur Eikhólm Joensen, Røkin Húsaumvæling, Magnus Egilsson, BE Smíð, Magnus Dalsgaard, Spf. Bogi Hermansen, Kristian Herfinsson Hansen, Bulur, Hákun Jóhansson Stenberg, Byggivitan, Eyðun Ranason Nolsøe, HPH Smíð, Arthur Ryggstein, Hansen Byggivirkið.


[object Object]

Hárfríðkarar:

Frá vinstru: Barbara Halsdóttir Rasmussen, Park Styling (Adore Vælvera), Bjørn Olsen, Køtlum Hárfríðkan, Diana Mouritsen, Karin’sa, Durita Kalsø Danielsen, WAW/Hair by Ásla, Iris Kirke, RÁH – Hárfríðkan, Jensa Nielsen, Hárbúðin, Joan E. Thomsen, Salon Júniik, Jórun í Túni Petersen, Mia Hárfríðkan, Maria Poulsen, Salong Bylgjan, Petra Snorradóttir Jensen, EVOKE, Sólfríð Hansen, Salong Bylgjan.


[object Object]

Bilsmiðir:

Frá vinstru: Bogi Arge, Bilrøkt, Fróði Emil Hansen, Reyni Service, Kristian Gaardlykke, BBR Service, Martin Eyðunsson Midjord, Reyni Service, Pætur Nolsøe Patursson, Wenzel.


[object Object]

Elektrikarar 1:

Frá vinstru: Gunnar Kárason í Løðu, MEST, Heini Poulsen, EL.FO, Helgi Durhuus, HJ-EL, Hilmar Nybo Justesen, PADO El-Virkið, Høgni Reinert á Plógv, Spf. Thorfinn Nielsen, Jón Eyðfinn Jacobsen, Demich, René Shaki Joensen, EL-IN, Rúni Sunleifsson Jacobsen, LM Electric, Teitur Andrias Mouritsen, El Net. Vantar á myndini: Rói Kollslíð, MP Teknik.


[object Object]

Elektrikarar 2:

Frá vinstru: Ari Dahl-Olsen, LM Electric, Beinir O. E. Simonsen, LM Electric, Dávur Ákason, El Net, Jákup Sólbergsson Jacobsen, PADO El-Virkið, Jón Edvarsson, Klima, Jón Joensen, HJ-EL, Jónas Solberg, EL.FO, Rói Bech, MR-EL, Rói Bisp Joensen, Install. Á myndini vanta: Anton Højgaard, El Net, Kjartan Jacobsen, MEST, og Markus Mortensen, AB-EL.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 01. mars 2024

16 Leygardagur 02. mars 2024

Bjarni Hammer: - Nei takk til lønarhækkan í løgtinginum

- Samstundis sum fakbólkar liggja í opnum stríði fyri at vinna sær nakrar krónur uppá lønina, verður mælt til at vit skulu lóggeva okkum sjálvum hægri løn. Nei takk, sigur Bjarni Hammer

Bjarni Hammer (Savnsmynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Løgtingslønin skal ikki hækka, stendur tað til Bjarna Hammer, tingmann fyri Javnaðarflokkin.

Ein arbeiðsbólkur legði herfyri fram tilmæli um, at tingmannalønin skuldi hækka samstundis sum tænastumannaeftirlønin verður avtikin. Mælt verður til at tingfólk skulu tveir lønarbólkar upp, og fara upp á umleið 55.500 krónur í løn um mánaðin heldur enn tær 48.500 krónurnar, sum tey fara at fáa frá 1. oktober 2024.

Men Bjarni Hammer heldur ikki, at løgtingsfólk eiga at lógggeva seg til hægri løn.

- Tænastumannapensiónin eigur at verða avtikin hjá tingfólkum skjótast gjørligt. Av tí at hon tyngir landskassan óneyðuga nógv. Vit eiga at vísa hógv og avtaka hana. Sjálvandi skulu tingfólk hava somu pensjónsskipan sum onnur, men tað skal ikki verða neyðugt at skrúva tinglønina upp av teirri orsøk, sigur tingmaðurin.

- Tingfólk hava framman undan eina góða løn, og kunnu t.d. hava annað alment arbeiðið aftur at tingarbeiðinum. Tað er annars langt í frá allastaðni á arbeiðsmarknaðinum, at tílíkt letur seg gera.

- Samstundis sum nógvir fakbólkar liggja í opnum stríði fyri at vinna sær nakrar krónur uppá lønina at viga uppi móti dýrtíðini, so verður mælt til, at vit skulu lóggeva okkum sjálvi hægri løn. Nei takk, sigur Bjarni Hammer.

[object Object](Savnsmynd: Sverri Egholm)

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 29. februar 2024

17 Leygardagur 02. mars 2024

Enn ein dómur um smugling av hassji

Ein 52 ára gomul kvinna og ein 25 ára gamal maður vórðu hósdagin dømd eitt ár og 10 tíggju mánaða treytaleysa fongsulsrevsing í part fyri at hava smuglað knapt 24 kilo av hassji til Føroya

(Savnsmynd)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Eitt mál um smugling av hassj til Føroya er viðgjørt í Føroya Rætti í dag. Tað var ein samdur dómsmansrættur, sum dømdi eina kvinnu og ein mann eitt ár og 10 mánaða treytaleysa fongsulsrevsing í part fyri at hava smuglað knapt 24 kilo av hassji til Føroya í januar í ár.

Fólkini, sum komu til Føroya við Norrønu í januar í ár, vóru steðgað av tollvaldinum við komu. Kanningar vístu skjótt, at bilurin, sum fólkini ferðaðust í, var serliga tilgjørdur til smugling. Í tveimum loyniligum rúmum millum dúrkið og botnin í bilinum fann politiið stóru nøgdina av hassji.

Fólkini, sum hava verið varðhaldsfongslað, síðani tey komu til Føroya, játtaðu seg lutvíst sek í Føroya Rætti, men greiddu frá, at tey ikki vistu, at talan var um eina so stóra nøgd av hassji, sum var í bilinum.

Hóast hesa frágreiðing frá teimum ákærdu, dømdi ein samdur dómsmansrættur bæði fólkini fyri at hava smuglað knapt 24 kilo av hashi til Føroya. Fólkini vóru hvør sær dømd 1 ár og 10 mánaða treytaleysa fongsulsrevsing.

Umframt hassjið, var eisini bilurin, sum hassjið var smuglað í, konfiskeraður.

Fólkini bóðu um umhugsunartíð og hava nú - eins og ákæruvaldið - 14 dagar at taka støðu til, um dómurin skal kærast til Eystara Landsrætt.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 29. februar 2024

18 Leygardagur 02. mars 2024

Hagstovan: Arbeiðsloysið var eitt prosent í januar

379 persónar vóru raktir av arbeiðsloysi í januar, og 31 vóru langtíðararbeiðsleys

(Savnsmynd: Hagstovan)
SkrivaÐ:

Alda Nielsdóttir

Í januar var arbeiðsloysið í Føroyum eitt prosent, og tað er nakað tað sama sum í januar í fjør, tá arbeiðsloysið var 0,9 prosent, skrivar Hagstovan.

Arbeiðsloysið í januar, tá 379 persónar vóru raktir av arbeiðsloysi, svarar til 316 fulltíðararbeiðsleys – ein persónur, sum er arbeiðsleysur allan mánaðin.

31 persónar - 8,2 prosent av teimum arbeiðsleysu í januar - vóru langtíðararbeiðsleys. Tað merkir, at tey høvdu verið arbeiðsleys í meira enn eitt ár.

Tá hugt verður at arbeiðsloysinum kring landið sæst, at arbeiðsloysið í januar var lægst í Norðoyggjum og í Vágum við ávikavist 0,6 og 0,7 prosentum. Í Suðuroynni var arbeiðsloysið hægst við ávikavist 1,5 prosentum.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 24. februar 2024

19 Leygardagur 02. mars 2024

Útlendsku starvsfólkini hava stóran týdning

Yvir 70 prosent av fyritøkunum í Føroyum hava útlendsk útlendingar í starvi, og í størstan mun er talan um ófaklærd starvsfólk, vísir kanning hjá Føroya Arbeiðsgevarafelag

(Savnsmynd: Ólavur Frederiksen)
SkrivaÐ:

Alda Nielsdóttir

Útlendsku starvsfólkini í Føroyum hava stóran týdning fyri privatu vinnuna, og fyri útflutningsvinnuna hevur hon avgerandi týdning fyri teirra virksemi.

Tað er ein av høvuðsniðurstøðunum í starvsfólkakanningini, sum Føroya Arbeiðsgevarafelag hevur gjørt.

Í kanningini vórðu 100 fyritøkur spurdar um teirra starvsfólkatørv nú og komandi árini, og yvir 70 prosent av teimum fyritøkum, sum luttóku í kanningini, hava útlendsk starvsfólk - ein borgari í Føroyum, sum ikki er danskur ríkisborgari - í starvi, skrivar Vinnuhúsið.

Útlendsku starvsfólkini í Føroyum eru sambært kanningini í størstan mun ófaklærd starvsfólk, og hyggja vit nærri eftir vinnugreinunum eru flestu útlendingarnar at finna á kryvjivirkjunum, botnfiskaframleiðsluni og í handverkaravinnuni. Eisini eru nógvir útlendingar í ferðavinnuni og í húsarhaldstænastum, serliga innan reingerð.

Í kanningini siga 74 prosent av teimum spurdu fyritøkunum, at tey hava millum 1-20 útlendsk starvsfólk. Sjey prosent hava millum 21-50 útlendsk starvsfólk, 13 prosent hava millum 51-100 útlendsk starvsfólk, og seks prosent hava yvir 100 útlendsk starvsfólk í starvi.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 26. februar 2024

20 Leygardagur 02. mars 2024

Ábendingar um enn lægri burðartøl

Fyribils tøl vísa, at 27 færri børn fara at verða fødd fyrra hálvár 2024 enn sama tíðarskeið í fjør, tá talið var metlágt

(Savnsmynd: Jens Kr. Vang)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Tað vera nógv færri børn fødd í Føroyum enn fyri fáum árum síðan, og ábendingar eru nú um, at talið verður enn lægri í ár.

Í tinginum mikudagi  upplýsti Margit Stórá, landsstýriskvinna við heilsumálum, at tað fyrra hálvár í 2023 blivu 298 børn fødd. Og í Sjúkrahúsverkinum hava tey fyribils skrásett at 271 børn fara at vera fødd fyrra hálvár í ár.

- Hetta merkir at tað eru ábendingar eru um, at talið verður lægri í ár við tað, at tað verða 27 færri børn fødd fyrra hálvár í ár, segði Margit Stórá.

Hon legði tó sent á, at hesi tølini skulu takast við størsta fyrivarni, tí hetta eru fyribils tøl, so tað kann væl leggjast afturat til hetta hálvárið.

Tað var upp á munnligan fyrispurning frá Una Holm Johannesen, tingmanni, at Margit Stórá, svaraði um burðartalið í Føroyum.

[object Object]

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 28. februar 2024

21 Leygardagur 02. mars 2024

Norðhavnin verður longd við tunnilsgróti

Ætlanin er, er grótið frá tunlunum norð um fjall skal nýtast til at leingja Norðhavnina við 300 metrum. Í løtuni er havnin 317 metrar long

Heimasíðan klaksvik.fo skrivar, at grótið úr tunlunum skal nýtast at leingja Norðhavnina í Ánunum við 300 metrum - nærum tvífalt so long sum hon er nú (Mynd: klaksvik.fo)
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

Arbeiðið við at koyra grót frá tunlunum norð um fjall í Norðhavnina er byrjað. Í fyrstu syftu hevur tað verið goymt í Árnafirði, men grótið skal ikki verða liggjandi har.

Klaksvíkar kommuna ætlar at nýta tað til nakað, sum er umráðandi fyri kommununa og vinnuna.

Norðhavnin í Ánunum er karmur um nógv virksemi. Í løtuni er hon 317 metrar long, men eftir ætlan skal hon nærum tvífaldast í longd.

Heimasíðan klaksvik.fo skrivar, at grótið úr tunlunum skal nýtast at leingja Norðhavnina í Ánunum við 300 metrum. Eftir ætlan skal økið verða 100 metrar breitt.

- Grótið hevur annars verið goymt í Árnafirði, til arbeiðið við tunlunum var komið so mikið langt, at grótið kundi koyrast gjøgnum nýggju tunlarnar, soleiðis at hetta ikki ávirkaði ferðsluna í verandi tunlum.

[object Object]
(Mynd: klaksvik.fo)

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 29. februar 2024

22 Leygardagur 02. mars 2024

Sleipaðu bingjuskipið Francisca

Leygardagin fekk bingjuskipið, sum var á veg til Íslands, maskintrupulleikar vestur úr Suðuroynni

(Mynd: Ári Thorsvig)
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Leygardagin bleiv Brimil biðin um at sleipa bingjuskipið Franciscu, sum hevði fingið maskintrupulleikar. Francisca var tá góðar 170 fjórðingar vestur úr Suðuroynni.

Brimil var hjá Franciscu um miðnáttina leygarkvøldið, teir settu fast og byrjaðu at sleipa móti Runavík, men hetta bleiv broytt til Kollafjørð seinni, tí veðurvánirnar vóru so ringar.

Avgjørt var at fara suður um Suðuroynna og norð við landinum eystanfyri. Veðurvánirnar vóru ikki tær bestu, so avgerð var tikin um at biða um hjálp frá sleipibátunum Pressaranum og Mariu, sum fylgdu við Brimli, tá komið var inn um Stongina.

Tá skipini komu inn Undirsíðu á Streymoynni fór loðsur umborð og Maria setti fast á reyvina á Franciscu. Veðrið var ikki av tí besta tá og í Kollafirði lógu hvirlurnar um 30 m/s. Men við samarbeiði og hjálp frá sleipubátunum báðum, Pressaranum og Mariu, og loðsi frá Tórshavnarhavn kom Francisca trygt til bryggju kl. 23.20 mánakvøldið.

Francisca er 100 metrar langt, og 17 metra breið, var ávegis til Íslands lastað við bingjum.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 28. februar 2024

23 Leygardagur 02. mars 2024

PM heilsøla 50 ár

Móttøka var í gjár í sambandi við 50 ára stovningardagin

Poul Michelsen (Mynd: Ólavur Frederiksen / Faroephoto)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Nógv fólk nýttu høvið at heiðra PM heilsølu, sum seinnapartin fríggjadagin hevði almenna móttøku í sambandi við, at tað eru 50 ár síðani, at fyritøkan byrjaði.

Dóttir stovnaran, Poul Michelsen, er í dag nevndarforkvinna, og stjóri er Gunnar Mohr.

Ólavur Frederiksen, Faroephoto, tók myndirnar

Fleiri myndir her

[object Object]

[object Object]Gunnar Mohr, stjóri, og Poul Michelsen, stovnari (Mynd: Ólavur Frederiksen / Faroephoto)

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 01. mars 2024

24 Leygardagur 02. mars 2024

Atlas er vinnari av Ungt Virki 2024

Brandur Sjúrðason, Dávur Harðarson, Marna Brøðraberg, Lív Joensen, Ári Ejdesgaard í bólkinum Atlas vunnu Ungt Virki

Í bólkinum vóru: Brandur Sjúrðason, Dávur Harðarson, Marna Brøðraberg, Lív Joensen, Ári Ejdesgaard. Tey ganga øll í 23k á Glasi. Á myndini eru eisini Regin Dalsgaard, formaður í dómsnevndini, og Bjarti Vitalis Mørk frá Betri (Mynd: Glasir)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Tað gjørdist Atlas úr miðnámi á Glasi, sum gjørdist vinnari av íverksetarakappingini Ungt Virki 2024. Í bólkinum vóru: Brandur Sjúrðason, Dávur Harðarson, Marna Brøðraberg, Lív Joensen, Ári Ejdesgaard. Tey ganga øll í 23k á Glasi. 

Atlas hevur ment eina arbeiðsmarknaðarskipan fyri styttri arbeiðsskeið og minnni uppgávur – ein skipan, sum dómsnevndin metti vera púra klára til at fara á marknaðin.

Atlas skal umboða Føroyar í DM í íverksetan, sum verður í apríl. Vinnari av DM fer víðari til EM, sum verður í mai mánaði.

Tveir aðrir bólkar fingu heiður eisini. Á 3. plássi var bólkurin Horna á miðnámi á Kambsdali, sum hevði ment stokkar úr seyðahornum, og Hav á miðnámi á Glasi, ið hevði ment eitt hárevni úr føroyskum sjógvi at brúka ístaðin fyri hárgele og voks.

Ungt Virki er eitt tilboð til allar miðnámsskúlanæmingar at læra, hvussu nýggjar vørur og tænastur mennast.

Ungt Virki er eitt samstarv við m.a. Mentamálaráðið, Vinnumálaráðið, Betri, Vinnuhúsið, Íverksetarahúsið, Hugskotið, Fróðskaparsetrið, SMS, miðnámsskúlar og vinnulívið sum heild. Tey luttakandi hava fingið ráðgeving frá Betri, Íverksetarahúsinum og hugskotinum, og hava eisini fingið fíggjarligan stuðul frá Betri og ferðaseðlar frá Atlantic Airways.

Í ár luttóku 140 næmingar í yvir 30 bólkum á tiltakinum, har kappast varð um besta hugskotið. Næmingar komu úr Tekniska Skúla í Klaksvík, Miðnám á Kambsdali og Glasi í Havn.

Hetta er størsta tal av luttakarum higartil á tiltakinum, sum hesu ferð varð hildið á Glasi.

Í dómsnevndini sótu Regin Dalsgaard, Thetis (formaður), Sóley Hammer, Hugskotið, Magni Thomsen, Íverksetarahúsið, Marius Thomassen, Vinnuhúsið, Rói Poulsen, Nema, Pætur Trónd, Hotel Hafnia og Brandan, Michael Koba, Fixer, Anna Eystberg Hofgaard, Betri og Bjarti Vitalis Mørk, Betri.

Dómsnevndin grundgav soleiðis fyri teirra val av vinnarum.

Atlas hevur megnað at gjørt eitt produkt, sum tekur útgangsstøði í ungdóminum og arbeiðsmarknaðinum. Tey broyta arbeiðsmarknaðarhugtakið við at fara frá føstum arbeiði til “her og nú” uppgávur. Í dómarapanelinum eru fleiri í vinnuni, sum beinanvegin høvdu tikið av. Hendan tænastan er løtt at fara út á altjóða marknaðin við.

Hav er ein fyritøka, sum hevur megnað at virðisøkt eitt tilfeingið munandi. Ein hugskot sum bjóðar altjóða mótahúsunum kring allan heim av. Tey hava tvinnað móta, lívsstíl við føroyskum tilfeingi. Ein fyritøka, sum vit í dómarapanelinum halda er burðardygg bæði fíggjarliga og fyri umhvørvi, og tey heimsmál, sum hon hevur arbeitt við. Gamalt er, at man ikki er ein maður, fyrr enn man hevur pissað í saltan sjógv. Her kann man siga, at man er ikki modernaður, uttan at man hevur fingið salt í hárið.

Horna er ein gjøgnumførd verkætlan í bæði uppgávu, framløgu og bási. Tær hava megnað at gjørt eitt produkt, sum er ógvuliga populert um allan heim. Tær hava megnað at fáa eitt produkt úr einum tilfeingið sum annars verður koyrt burtur. Hesar ungu kvinnurnar hava gjørt stokkar úr føroyskum horni.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 01. mars 2024

25 Leygardagur 02. mars 2024

Ovi Brim verður próstur

Hann skal vegna bisp taka sær av málum og viðurskiftum, ið nema prestarnar. Hann verður sostatt starvsfólkaleiðari hjá prestunum

(Mynd: Jens Kr. Vang)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Landsstýriskvinnan við kirkjumálum, Sirið Stenberg, hevur útnevnt Ova Brim sum próst frá 1. mars at rokna, skrivar Fólkakirkjan.

Hetta er eitt nýstovnað embæti, nú virksemið hjá fólkakirkjuni er økt munandi síðani málsøkið var yvirtikið á ólavsøku 2007.

Prósturin kemur biskupsins vegna at taka sær av málum og viðurskiftum, ið nema prestarnar. Hann verður sostatt starvsfólkaleiðari hjá prestunum.

Prósturin kemur harafturat at umsita strategimálini, ið fólkakirkjan hevur sett á breddan. Hetta eru mál sum t.d. intranet, at talgilda mannagongdir og at miðla fólkakirkjunnar mál og ætlanir. At hava eftirlit við kirkjubókunum er ein av embætis skyldunum, ið eru álagdar prósti.

Prósturin kemur at taka sær av og varpa ljós á tey bleytu virðini í fólkakirkjuni, t.d. børn og ung, barnafamiljur, tilvera teirra eldru og teirra, ið eru støk og einsamøll.

Biskupur kemur at skipa próstin í embætið ein av sunnudøgum í mars mánaði.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 29. februar 2024

26 Leygardagur 02. mars 2024

Miðlastjóri sleppur undan ákæru um hóttanir

Jonhard Hammer, ein av eigarunum av Sosialinum og Dimmalætting, hevur verið skuldsettur seinastu mánaðirnar, men sleppur undan ákæru í máli um hóttanir móti einum journalisti

Jonhard Hammer (Savnsmynd: KvF)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Seinastu mánaðirnar hevur Jonhard Hammer, ein av eigarunum av Sosialinum og Dimmalætting, og eisini stjóri í Dimmalætting, verið skuldsettur fyri at hótta ein journalist. Men nú hevur ákæruvaldið mett, at málið ikki kann enda við einum dómi, og ger tí ikki meira við málið.

Ákærurnar vóru ikki nóg ítøkiligar og ógvusligar.

Tað er Frihedsbrevet.fo, sum bar hesi tíðindini í vikuni.

Málið snýr um tað, sum er sagt í einari telefonsamrøðu, sum partvís var tikin upp, millum Jonhard Hammer og Sigurjón Einarsson, sum nú er journalistur á FM1, men sum undan tí starvaðist á Dimmalætting. Í telefonsamrøðuni skal Jonhard Hammer hava sagt, at um Sigurjón Einarsson ikki góðtók at fáa helvtina av lønini, hann átti til góðar, skuldi hann ikki gerast kløkkur, um onkur bankaði uppá dyrnar.

Sigurjón Einarsson virðir avgerðina hjá ákæruvaldinum, og á hinari síðuni fegnast Jonhard Hammer um avgerðina, skrivar Frihedsbrevet.fo.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 27. februar 2024

27 Leygardagur 02. mars 2024

Grava ríðibreytina av til Húsareynstunnilin

Arbeiðið byrjar í morgin, og er eftir ætlan liðug beint fyri ólavsøku

 
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Í sambandi við at vegur verður gjørdur til munnan á Húsareynstunnlinum, er neyðugt at grava ríðibreytina av.

Arbeiðið byrjaði 27. februar. Tá ið arbeiðið er liðugt, verður ríðibreytin afturgjørd. Reetableringin er væntandi liðug 20. juli, sigur Tórshavnar kommuna.

Sagt verður, at fólk, ið ynskja at ganga ella renna á rossagøtuni, kunnu koyra út í Havnardal ella longur niðan á Oyggjarvegin fyri at sleppa framat Rossagøtuni.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 26. februar 2024

28 Leygardagur 02. mars 2024

Jón Rói Jacobsen útbúgvin kommunulækni

40-ára gamli havnarmaðurin hevur undir serlæknaútbúgvingini verið í trimum ymiskum læknaviðtalum. 13 læknar eru undir útbúgving til kommunulækna

Gunnvá Guttesen, varastjóri, Jón Rói Winther Jacobsen, serlækni í almennum medisini og Steinar Eirikstoft, forstjóri (Mynd: Landssjúkrahúsið)
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

Tað hava vanta kommunlæknar ymsastaðni í Føroyum í fleiri ár, og í ymiskum støðum hevur tað verið ógvuliga skiftandi, í mun til hvør er í hvørjari viðtalu.

Í løtuni eru 13 læknar undir útbúgving til kommunulækna. Ein er júst liðugur við útbúgvingina í almennum medisini.

Talan er um Jón Róa Jacobsen. 40-ára gamli havnarmaðurin tók grundútbúgvingina sum lækni í Danmark, og seinastu árini hevur hann verið undir serlæknaútbúgving á Landssjúkrahúsinum og í starvi í trimum ymiskum læknaviðtalum kring landið 

- Jón Rói hevur tikið 4½ ára serlæknaútbúgving á Landssjúkrahúsinum og hjá kommunulæknaskipanini, har hann hevur verið í ymiskum læknaviðtalum. Jón Rói hevur verið hjá kommunulækna Arnhold Jensen í Norðoya læknadømi, hjá kommunulækna Djóna Sandberg Joensen í Vága læknadømi og teir seinastu sjey mánaðarnar í viðtaluni hjá Bjarna Wardum, kommunulækna í Suðurstreymoyar læknadømi, skrivar Landssjúkrahúsið.

[object Object]Gunnvá Guttesen, varastjóri, Jón Rói Winther Jacobsen, serlækni í almennum medisini og Steinar Eirikstoft, forstjóri. Hetta var til lítlu móttøkuna, sum var á Landssjúkrahúsinum í dag (Mynd: Landssjúkrahúsið)

Í Føroyum er útbúgving av serlæknum í almennum medisini skipað í samstarvi millum Landssjúkrahúsið, Kommunulæknaskipanina og Videreuddannelsesregion Øst í Danmark.Útbúgvingartíðarskeiðið fevnir um ymiskar kliniskar starvstíðir á sjúkrahúsi og í kommunulæknaviðtalu, umframt eina røð av skeiðum v.m. í Danmark og í Føroyum.

Í 2025 verða eftir ætlan fimm læknar útbúnir, sum serlæknar í almennum medisini, í Føroyum, skrivar Landssjúkrahúsið.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 27. februar 2024

29 Leygardagur 02. mars 2024

Nú kemur Uriah Heep á Vágsbø

Legendariski, bretski 70'ara rockbólkurin spælir á Summar Festivalinum í august

(Mynd: Jens Kr. Vang)
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Teir hava verið ein yndis rockbólkur hjá føroyingum. Melodiøsi og nýskapandi rocktónleikurin hjá teimum fangaði føroyingar, og hittini hjá bólkinum kunnu næstan teljast upp í føroyska rockarvin.

Nú kemur Uriah Heep aftur til Føroya at hava konsert, og hesaferð verður tað á landsins størsta palli. Uriah Heep spælir á Summar Festivalinum í august, og bólkurin er í sera góðum formi, nú teir koma hendan vegin at framføra.

Uriah Heep hevur verið sera virkin bólkur, bæði við útgávum og ikki minst við konsertum seinnu árini. Í løtuni standa yvir 60 konsertir á skránni í Europa og USA í 2024. Eitt nú skal Uriah Heep á bretska konsertferð saman við Judas Priest og Saxon í mars mánaði.

Uriah Heep vann fram í sjeyti árunum, og teir hittaðu við sangum sum  "Lady in Black", "Easy Livin’", "The Wizard", "July Morning", "Free Me", "Stealin’" og "Gypsy".
Uriah Heep er ein av upprunaligu rockbólkunum úr sjeytiárunum. Saman við bólkum sum Led Zeppelin, Black Sabbath og Deep Purple vóru teir við til at skapa og mynda tann klassiska, bretska rocktónleikin.

Mick Box, sum var ein av stovnarunum av Uriah Heep, er still going strong og spælir framvegis gittar í bólkinum. Afturat honum eru Bernie Shaw, sang, Phil Lanzon, tangentar, Russell Gilbrook, trummur, og Davey Rimmer, bass. Teir hava spælt saman í nógv ár, og eru sera væl samanspældir.

Sangirnir hjá Uriah Heep hava verið nógv spældir í Føroyum, og Uriah Heep hevur áður vitjað í Føroyum. Í 1988 høvdu teir tvær konsertir í Føroyum, í 1990 høvdu teir eina, og í 2018 spældu teir fyri fullari ítróttarhøll á Hálsi í Havn.

Tá ið fyrsti Summar Festivalurin var hildin í 2004, var Ken Hensley høvuðsnavn. Hann var ein av oddamonnunum í Uriah Heep, men fór burtur úr bólkinum í 1980. Nú Summar Festivalurin kann halda 20 ára jubileum, verður ein vøkur sloyfa bundin um fyrstu 20 árini hjá festivalinum, og Uriah Heep var eitt av høvuðsnøvnum.

Frammanundan hevur Summar Festivalurin kunngjørt bretsku poppstjørnuna Olly Murs sum annað høvuðsnavn.

Summar Festivalurin verður hildin í døgunum frá 8. til 10. august.

Myndirhar tók Jens Kr. Vang á konsertini í Ítróttahøllini á Hálsi í 2018

[object Object]

[object Object]

[object Object]

[object Object]

[object Object]

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 01. mars 2024

30 Leygardagur 02. mars 2024

Highasakite á Gøtusandi í summar

G! festivalurin kunnger í dag Highasakite sum eitt av høvuðsnøvnunum

(Savnsmynd: Jens Kr. Vang)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Tey vóru á Summarfestivalinum í 2016, og nú kemur eitt hitt størsta konsertnavnið úr Noregi aftur til Føroya. Hesaferð á Gøtusand.

G! festivlaurin kunngjørdi í vikuni, at norska Highasakite verður eitt av høvuðsnøvnunum á G! 2024.

[object Object]

- Talan er um eitt av hægst virdu nøvnunum í Noregi, har tey hava staðið ovast á festivalplakatunum í fleiri ár. Við 14 árum á baki hevur bólkurin megnað tað, ið fægstu bólkar megna. Eftir at gerast eitt heimsnavn við altjóða hittinum “Golden Ticket” hava tey við støðugum arbeiði, bygt víðari og eru at rokna sum eitt risanavn á norðurlendska konsertpallinum. Alsamt betri og alsamt størri, sigur G! festivalurin í tíðindaskrivi.

Stílurin er stórsligin indie-poppur, og fremst stendur sangarinnan Ingrid Helene Håvik, sum hevur gávurnar, at knýta ektaðar kenslur í løgini, og at fáa hesar at strála av pallinum gjøgnum tónleikin.

- Talan er heldur ikki um nakra vanliga konsert heldur. Highasakite hevur eina sjáldsama stórbæra framførslu. Vit vænta sanniliga, at hetta verður ein tann mest hugtakandi konsertin, sum nakrantíð er farin fram í Føroyum, sigur G!.

Og tey eru væl dámd sum ongantíð áður. Fyrr í hesum mánaðinum kunngjørdu tey eina konsertrøð kring Noreg, sum varð útseld eftir bert fáum minuttum. Eykakonsertirnar eru mest sum útseldar eisini. Og við hesum fara tey at spæla einar 20 konsertir.

G! festivalurin 2024 verður 18. til 20. juli.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 27. februar 2024

31 Leygardagur 02. mars 2024

Blátt Gras mátti geva tíggju eykaløg

Sera væleydnað konsert á Græna Hattinum á Akureyri farna fríggjakvøld

(Mynd: Jákup Bech Jensen)
SkrivaÐ:

Jákup Bech Jensen

Eitt brak av eini framførslu hjá Bláum Grasi á Akureyri!

- Teir syngja og spæla sera væl og eru sera skemtiligir, sigur Oskar, sum var ein av mongu íslendsku áhoyrarunum farna fríggjakvøld, tá ið Blátt Gras framførdi í Græni Hatturin á Akureyri.

- Tá ið eg hoyrdi, at Blátt Gras skuldu spæla á Akureyri, fór eg at leita eftir teimum á Spotify, og síðan havi eg ikki lurtað eftir nøkrum øðrum, sigur Manni, sum einki visti um Blátt Gras fyri einum mánaði síðan.

- Bobo var komin á konsert fyri at hoyra føroyskt. Hann kennir nógvar føroyingar frá tíðini, hann var skipari á einum íslendskum trolara. Hann endar við at siga seg vóna, at fleiri føroyinga koma til Akureyrar at syngja.

Konsertin mundi ikki fingið enda, tí áhoyrararnir hildu á at klappa Blátt Gras upp aftur á pallin. Teir endaðu við at spæla tíggju eykaløg.

Eftir konsertina komu nógv fólk at heilsa upp á manningina og at taka myndir.

Manningin í Bláum Grasi var í ferðalagi við 130 føroyingum, sum hósdagin fóru á skíðferð til Akureyrar.

Orð og myndir: Jákup Bech Jensen 

[object Object]

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 24. februar 2024

32 Leygardagur 02. mars 2024

Jón Tyril fyribils leiðari í Mentanarhúsinum

Jónas Bloch Danielsen er farin í eitt árs farloyvi

Jón Tyril
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Jónas Bloch Danielsen, sum hevur staðið á odda fyri Mentanarhúsinum í Fuglafirði síðani 2017, er farin í eitt árs farloyvi. Sum leiðari í hansara stað, er komin Jón Tyril.

Jón Tyril er útbúgvin BA í føroyskum og norðurlendskum máli og bókmentum, og hevur starvast innan fyriskipan, mentanar- og upplivingarvinnu seinastu mongu árini. T.d kenna vit hann sum íverksetan og fyriskipara handan tiltøk sum G! Festivalin, HOYMA og Tónleikasamtakið Grót.

Jón er úr Norðragøtu, har hann eisini býr saman við konuni Elsebeth og teirra trimum børnum. Jón byrjaði í starvinum 21. februar og er fyribils settur fram til 31. desember 2024.

Mentanarhúsið í Fuglafirði hevur sum endamál at veita karmar í heimsflokki til list og mentan á hægsta stigi, og at virka kveikjandi og stimbrandi, soleiðis at nýggj ættarlið av menta- og listafólkum kunnu mennast. Mentanarhúsið lat upp í 2002 eftir at Fuglafjarðar Sjónleikarfelag lat húsið byggja. Í 2012 tók Fuglafjarðar kommuna yvir raksturin av húsinum.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 27. februar 2024

33 Leygardagur 02. mars 2024

Føroya Symfoniorkestur framførir Bruckner symfoni fyri fyrstu ferð

Symfoniorkestrið fær eisini vitjan av altjóða viðurkendum sellospælara og dirigentinum Catherine Larsen Mcguire, ið fer at standa á odda fyri orkestrinum í Norðurlandahúsinum leygarkvøldið 16. mars kl. 19.30

Andreas Brantelid
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Andreas Brantelid (f. 1987)
Saman við symfoniorkestrinum fer sellolekarin Andreas Brantelid at framføra sellokonsert eftir tjekkiska tónaskaldinum Antonín Dvořák.

Dansk/svenski Andreas Brantelid, spældi, sum bert 14 ára gamal, á fyrsta sinni við Kongaliga Kapellinum, og í dag er hann ein av mest umbidnu tónleikarunum úr Norðanlondum.

Brantelid hevur eitt nú spælt við orkestrunum London Philharmonic, BBC Symphony,Tonhalle Orchester Zurich, Mahler Chamber Orchestra, Brussels Philharmonic, Seattle Symphony, Frankfurt Radio Symphony Orchestra, Leipzig Radio Symphony, Hamburger Symphoniker, Orchestre des Champs-Elysées, Scottish Chamber Orchestra og München Kammerorkester.

Anton Bruckner (1824-1896)
Í 2024 hevði Bruckner fylt 200 ár, og í hesum sambandi spælir Føroya Symfoniorkestur hansara symfoni nr. 4. Symfoniin varð skrivað í 1874 og varð í fleiri førum umskrivað fram til 1888. Verkið varð frumframført í Wien í 1881 og er eitt av hansara best umtóktu verkum.

Í sambandi við konsertina fer Hans Pauli Tórgarð fer at hugleiða um lívið hjá Bruckner og arbeiðið hansara.

Catherine Larsen Mcguire (f. 1971)
Catherine er ættað úr Manchester og er í dag búsitandi í Berlin. Hon er upprunaliga fagottspælari, og í 10 ár spældi hon 1. fagott í Komische Oper Berlin og hevur eisini javnan spælt við Berlin Philharmonic.

Síðan 2012 hevur hon ferðast runt heimin og arbeitt sum dirigentur hjá orkestrum sum London Philharmonic Orchestra, BBC National Orchestra of Wales, Deutsches Kammerorchester Berlin, Jerusalem Symphony Orchestra og Orchestre de Chambre de Genève.

Catherine er júst sett í starv sum tónleikaligur leiðari fyri National Youth Orchestras of Scotland.

Dirigentur: Catherine Larsen Mcguire (UK)
Solistur: Andreas Brantelid (DK/SE)


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 29. februar 2024

34 Leygardagur 02. mars 2024

Vinus og Vimús aftur at síggja í sjónvarpinum

Tíggju nýggir partar av Vinus og Vimús verða í næstum í sjónvarpinum. Fyrsti nýggi parturin varð vístur í gjár

(Mynd: Bjarni Árting Rubeksen / KvF)
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Nýggir partar av málmennandi barnasendingini um Vinus og Vimús vera í næstum á skránni í sjónvarpinum og sjálvandi eisini í VIT-appini og á KvF-heimasíðuni. Talan er um 10 nýggjar partar. Fyrsti nýggi parturin verður vístur 1. mars.

Vinus og Vimús er føroysk barnarøð til børn frá 2 til 6 ár. Men øll kunnu sjálvandi hyggja. Eisini vaksin.

Vit eru stødd inni hjá Vinusi, hann er ein fittur vinur, sum dugir væl at finna upp á og siga frá og eisini at spæla tónleik. Har eru nógvir vakrir litir at hyggja at.

Og í bókahillini sita bamsur í hópatali, bæði stórar og lítlar, og har eru eisini nógvar góðar bøkur, og har eru eisini nógvar stuttligar leikur at spæla við.

Inni undir hillini býr Vimús. Vimús býr í músaholini undir bókahillini, tað er ein sera hugnalig hola hjá eini mús at vera í.

[object Object](Mynd: Bjarni Árting Rubeksen / KvF)

Hvørja ferð finna Vinus og Vimús upp á okkurt nýtt. Og hvørja ferð ber eisini til at læra okkurt nýtt og stuttligt. Hóast sumt er torført at gera, og sumt er torført at siga, so vísa Vinus og Vimús hvussu tú skalt gera og siga, og so er tað knappliga einki fyri.

Hvønn dag fer Vimús at lesa eina góða bók.

Og hvønn dag fer Vinus at syngja og spæla ein sang, og tá klívur Vinurin inn gjøgnum vindeygað og fer at syngja og spæla við, hann hevur altíð eitt nýtt ljóðføri við.

Nær: Í sjónvarpinum hvørt fríggjakvøld klokkan hálvgum sjey. Og altíð á VIT-appini.

Og at enda siga vit:

Góðan morgun, dag, gott kvøld, góða nátt og farvæl

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 26. februar 2024

35 Leygardagur 02. mars 2024

Stór mannfjøld fylgdi Navalnyj til seinasta hvíldarstaðin

Fleiri túsund fólk komu til jarðarferðina hjá andstøðinginum í gjár

(Mynd: EPA)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Jarðarferðin hjá russiski andstøðinginum Aleksej Navalny var á Borisovskoje-kirkjugarðinum í høvuðsstaðnum, Moskva, seinnapartin fríggjadagin.

Fólk í túsundatali møttu upp framman fyri kirkjuna, fyri at vísa sín stuðul til politikaran og aktivistin Aleksej Navalnyj.

Sambært rættarmedisinskari frágreiðing doyði Navalnyj av natúrligum orsøkum. Hann doyði í enum fongsli í Sibiria, har hann skuldi sita dóm í fleiri enn 30 ár. Alaksej Navalnyj gjørdist 47 ára gamal.

Myndirnar eru frá EPA:

[object Object]

[object Object]

[object Object]

[object Object]

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 01. mars 2024

36 Leygardagur 02. mars 2024

Ríkmaður vil byggja risastóra ammoniakk verksmiðju í Noregi

Talan er um Andrew “Twiggy” Forrest, sum hevur skapt sær metstórar inntøkur frá námsvinnuni í Australia og er hann góður fyri 250 milliardir krónur

 
SkrivaÐ:

Jan Müller

Í samrøðu við NRK sigur Andrew Forrest, at hann kennir stóra ábyrgd fyri útlátinum, sum rakar jørðina. Og sigur hann seg hava lykilin til loysnina at koma útlátinum til lívs.

Fyritøka hansara “Fortescue” hevur í hyggju at byggja eina ammonikkverksmiðju í bygdini Svelen í Bremanger kommunu í Noregi. Hann ætlar eisini at byggja eina líknandi verksmiðju í Hemmes í Nordland.

Tað er greitt, at verksmiðjurnar fara at hava tørv á sera nógvari streymorku til framleiðsluna.

So stórur verður tørvurin á streymi til at framleiða ammoniakk til svongu sjóvinnuna eftir nýggjum brennievnum, at tað fer at svara til tað, sum øll húsarhald í Oslo brúka.

Verksmiðjan í Bremanger fer einsamøll at hava tørv á eins nógvum streymi sum størstu olju- og gasskeldurnar  í Noregi brúka, Troll, Oseberg og Njord.

Endamálið við nýggju verksmiðjunum er at framleiða ammoniakk sum brennievni til skip. Skipaferðslan í heiminum stendur fyri tveimum prosentum av altjóða útlátinum av veðurlagsgassum sambært  IEA.

Fleiri halda, at ammoniakk, sum verður gjørt við streymi frá varandi orkukeldum, er framtíðin.  Forrest vil brúka milliardir til hesa framleiðsluna. Ammoniakkið kann eisini brúkast til kunsttøð í landbúnaðinum. Í løtuni bíðar australski ríkmaðurin eftir at fáa loyvi til at byggja. Verkætlanin fer at geva arbeiði til 35 fólk ella kanska tvífalt tað. Kortini eru mong sera ivasom um ætlanina. Og ein orsøkin er tann, at henda verkætlanin einsamøll fer at brúka so nógvan streym, at streymprísurin fer upp í loft.

[object Object]  

Nógvar aðrar vinnur í Noregi hava tørv á streymi til sína framleiðslu, og tí fer ein slík stór verkætlan sum henda hjá ríkmanninum at hava stóra ávirkan. M.a. liggur stálverkið Elkem í grannalagnum, og tað fer at hava sera stóran tørv á streymi í framtíðini eisini.

Fyritøkan framleiðir silisium, sum verður brúkt í mikrochips í datamaskinum. Og hon ber ótta fyri, at streymprísurin fer at hækka, um framleiðslan av ammoniakki fer í gongd.

[object Object]

Hóast hetta bendir nógv á, skrivar NRK, at meiriluti av kommunulimmunum fer at geva loyvi til útbyggingina.

Kring alt Noreg eru ætlanir um at byggja verksmiðjur til framleiðslu av bæði vetni og ammoniakki.

Norska Statnett hevur longu givið grønt ljós til at binda ammoniakkverksmiðjuna í netið. Og ES hevur játtað 2 milliardir krónur í stuðuli. Og í norska Stórtinginum eru politikarar sera jaligir til nýggju verkætlanina. Um somu tíð hevur Hydro boðað frá, at tað fer at útbyggja vindorkuna. Enn veit eingin, hvussu stórur tørvurin verður á streymi til ammmoniakkframleiðsluna.

Enn er ikki klárt til at fara í gongd. Men miðjað verður móti at seta spakan í í 2025 og fara undir framleiðslu í 2027.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 28. februar 2024

37 Leygardagur 02. mars 2024

Solby skal samskipa oyggjaleikirnar í Føroyum

Journalisturin hevur nógvar royndir innan samskifti og eisini við altjóða ítróttarsamskipan. - Vit eru sannførd um, at Solby hevur røttu eginleikarnar og førleikarnar, sigur ÍSF-forsetin

– Oyggjaleikir hava altíð havt eitt serstakt pláss í mínum ítróttahjarta, og tí vóru tað stór gleðistíðindi, tá ið tað frættist, at leikirnir nú koma aftur til Føroya. Og tað er mær ein heiður at hava fingið tað álit frá ÍSF at standa fyri leikunum, sigur Solby A. Christiansdóttir. Her til Ítróttarfagnað (Mynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

Oyggjaleikirnir hava serligan týdning fyri føroyingar. Tað sást á reaktiónunum, tá ið tað frættist, at leikirnir nú koma aftur til Føroya í 2027. Tað sást eisini á umsóknartalinum, nú ÍSF hevur søkt eftir fólki at samskipa og leggja oyggjaleikirnar í '27 til rættis. 

Hetta skrivar Ítróttasamband Føroya nú tað er greitt, at tað verður Solby A. Christiansdóttir, sum skal fyrireika og samskipa oyggjaleikirnar, sum verða í Føroyum í 2027. Tíðindakvinnan var ein av mongum, sum søktu.

Høvuðsuppgávan hjá nýggja samskiparanum verður í fyrstu syftu at samskifta við sambondini og ymsu ítróttagreinarnar í Føroyum, sum eyðsæð fara at hava ein stóran leiklut, nú kappingarnar skulu leggjast til rættis. Uppgávan fevnir eisini um samskifti við politisku skipanina, kommunur, altjóða oyggjaleikanevndina og hini oyggjaleikalondini, skrivar isf.fo

– Hetta er ein stór og spennandi uppgáva at lyfta, og helst tað størsta tiltakið, sum nakrantíð hevur verið í Føroyum. Tað er avgerandi, at tað verður lagt væl til rættis, og vit eru sera fegin um at kunngera, at Solby Christiansdóttir fer at taka sær av at skipa oyggjaleikirnar. Hon kennir ítróttaheimin, bæði sum íðkari, venjari og journalistur. Vit eru sannførd um, at Solby hevur røttu eginleikarnar og førleikarnar, sum krevjast fyri at fyrireika, samskipa og standa fyri oyggjaleikunum, nú teir aftur koma til Føroya

Soleiðis sigur Elin H. Joensen, forseti í ÍSF, í samband við, at at Solby Christiansdóttir er sett.

[object Object]
Solby Christiansdóttir og Elin Joensen við Tórsbreyt. Solby byrjar í starvi hjá ÍSF 1. mai (Mynd: isf.fo)

Sambært ÍSF skal Solby samskipa innihaldið og karmarnar um leikirnar og fær ábyrgdina av øllum logistikki – bæði viðvíkjandi kappingum, venjingum og ikki mist gisting, nú ein innrás av íðkarum, hjálparfólki og áskoðarum væntast koma til Føroya.  

Talan er um eitt fulltíðarstarv. Uppgávurnar eru mangar, og nýggi samskiparin gleðir seg at fara undir arbeiðið. 

– Oyggjaleikir hava altíð havt eitt serstakt pláss í mínum ítróttahjarta, og tí vóru tað stór gleðistíðindi, tá ið tað frættist, at leikirnir nú koma aftur til Føroya. Og tað er mær ein heiður at hava fingið tað álit frá ÍSF at standa fyri leikunum, sigur Solby A. Christiansdóttir.

Solby Christiansdóttir er úr Klaksvík, men er búsitandi í Havn. Hon er 47 ára-gomul, útbúgvin journalistur og BA í føroyskum máli og bókmentum. Solby er serliga kend úr Kringvarpinum, har honn millum annað hevur dekkað alskyns ítrótt. Sjálv hevur Soly róð, og hevur hon eisini royndir við ítróttarsamskipan á høgum stigi: Seinastu fýra árini hevur nýggi oyggjaleikasamskiparin verið UEFA-samskipari hjá KÍ, sum í fjør spældi eina rúgvu av evropeiskum dystum.

Nýggi samskiparin byrjar í starvinum 1. mai í ár.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 28. februar 2024

38 Leygardagur 02. mars 2024

Livdu upp til leiklutin

Føroyska kvinnulandsliðið í hondbólti var stórfavorittur móti Luksemborg, og tað var ikki nógvur slingur í valsinum, so talan gjørdist um søguligt kvøld. Sunnudagin klokkan 17 vitjar Luksemborg á Hálsi

Tvey týðandi stig fyri unga føroyska liðið, sum nú er á 3. plássi í bólkinum. Føroyar kunnu tryggja sær í minsta lagi tað við heimasigri sunnudagin (Mynd: Hondbóltssamband Føroya)
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

Mikukvøldið vann føroyska A-landsliðið hjá kvinnum á fyrsta sinni ein dyst í einari "høvuðsundankapping". Áður hava Føroyar vunnið fleiri undan-undankappingardystir - millum annað á Finnlandi og Ísrael á heimavølli í fjør. 

Mótsstøðuliðið var eisini væl veikari enn vanligt. EM-endaspælið er víðkað til hava 24 lond, og harvið er undankappingin eisini størri. Føroyar vóru í næstniðasta styrkisbólki til lutakastið og fingu Luksemborg úr niðasta pottinum.

Tað er óvanligt, at Luksemborg er við í einari høvuðsundankapping í hondbólti. Vanligt plaga liðini úr Luksemborg at verða sligin út í undan-undankappingini, men nú 32 lið eru við í høvuðsundankappgini, komu kvinnurnar beinleiðis við. 

Kvinnulandsliðið hjá Luksemborg hevur ikki vunnið ein dyst í nærum fimm ár, og tað ikki nær við at henda hesaferð. Føroyar vóru stórfavorittar undan uppgerðini og fingu skjótt tamarhald á dystinum og bygdu so líðandi á leiðsluna.

Profilar vístu vegin - spælarar ið til dagliga eru uttanfyri landoddarnar - og blaðungir spælarar fingu eisini virðismiklar minuttir. Millum annað spældi Anna Elisabeth Halsdóttir Weyhe eitt stórt korter á vinstra vongi, og 18-ára gamli hoyvíkskvinnan skoraði trygt uppá øll síni fýra skot í sínum fyrsta A-landsdysti.

[object Object]
Anna Elisabeth Halsdóttir Weyhe í U19-dysti í fjør - nú er hon komin í gongd á A-landsliðnum (Savnsmynd: EHF)

Føroyski sigurin á Luksemborg var eins stórur, sum tann hjá Íslandi í oktober - 18 mál. Tá spældu liðini í Íslandi. Svøríki er sterkasta liðið í bólkinum og vann við 22 málum í Luksemborg í 2. umfari. Føroyar lótu uppaftur færri mál inn, enn Svøríki gjørdu tá. So hóast mótsstøðan ikki var so góð, so stóð føroyska avrikið áleið mát við tey hjá hægst styrkismettu liðunum í bólkinum móti júst Luksemborg,

Tvey týðandi stig fyri unga føroyska liðið, sum er á 3. plássi í bólkinum, nú trý umfør eru eftir. Við sigri í heimadystinum í morgin kunnu Føroyar tryggja sær minst 3. plássið. Hetta kann vera nóg mikið til at koma til EM-endaspælið í desember. 

Undankapping til EM 2024, bólkur 7
3. umfar - í gjár, mikudagin 28.02
Luksemborg - Føroyar 16-34 (9-16)

Málskjúttar hjá Føroyum:
Jana Mittún: 8
Pernille Brandenborg: 7
Lív Sveinbjørnsdóttir Poulsen: 6
Súna Krossteig Hansen 5
Anna Elisabeth Halsdóttir Weyhe 4
Maria Pálsdóttir Nólsoy 2
Bjørk Franksdóttir Joensen 1
Rannvá Olsen 1

[object Object]
Jana Mittún hevur verið toppskjútti í øllum trimum dystunum hjá Føroyum, og hevur Viborg-spælarin nú 18 mál í EM-undankappingini (Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

Bjargingar:
Annika Fríðheim Petersen: 12 /24 (50 prosent) – tríggjar brotskastsbjargingar
Silja Arngrímsdóttir Müller 2/6 (33,3 prosent) – ein brotskastsbjarging

Útvísingar:
Føroyar 2
Luksemborg 2

Tekniskar villur:
Føroyar: 9
Luksemborg: 17

Hin dysturin í triðja umfari var millum Ísland og Svøríki, og sviar vunnu 37-24 eftir 17-12 í hálvleikinum.

Eftir trý umfør er støðan tann, at Svøríki hevur 6 stig, Ísland 4, Føroyar 2 og Luksemburg hevur onki stig.

Komandi dystur:

Sunnudagin kl. 17: Føroyar - Luksemburg í Høllin á Hálsi

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 29. februar 2024

39 Leygardagur 02. mars 2024

Pernille hevur nú spælt flest A-landsdystir

Strikuspælarin skoraði sjey mál í sínum dysti nummar 37 í Luksemborg. Í morgin klokkan 17 skulu Pernille Brandenborg og hinar spæla móti Luksemborg á Hálsi

Pernille Brandenborg spælir sunnudagin dyst nummar 38, tá Føroyar møta Luksemborg á Hálsi. Annika Fríðheim Petersen er eisini á topp-tíggju listanum yvir flest dystir (Mynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

Hon er uppvaksin í Danmark og tosar danskt, men hon hevur føroyska mammu, skilur føroyskt og hevur seinstu sjey árini umboðað Føroyar í landsliðshondbólti.

Penille Brandenborg hevur verið støðug á strikuni og í miðverjuni, og í EM-undankappingardystinum og søguliga sigrinum í Luksemborg mikukvøldið tók hon einsamøll landsliðsmetið.

Sambært handballstatz.com - føroysku heimasíðuni fyri hondbóltshagtøl - hevur Pernille spælt 37 almennar A-landsdystir fyri Føroyar. Eingin onnur er kom upp á tað talið.

[object Object]
Mynd: handballstatz.com

Sum sæst á listanum, so hava Turið Arge Samuelsen, Bjarta Osberg Johansen, Fríða Petersen og Ninna Katrina Johansen eisini spælt yvir 30 A-landsdystir. Av núverandi A-landsliðsspælaru eru Súna Krossteig Hansen og Annika Fríðheim Petersen í topp-10. Sí allan listan HER.

26-ára gamli strikuspælarin úr bestu donsku deildini var 7/7 mikuvøldið og hevur samanlagt 45 mál fyri Føroyar. Pernille Brandenborg fær møguleikan at leggja afturat í morgin, tá Luksemborg vitjar á Hálsi í 4. umfari í EM-undankappingini. Føroyar kunnu tryggja sær í minsta lagi 3. plássi í bólkinum og økja um spenningin viðvíkjandi EM-plássi við sigri.

Dysturin byrjar klokkan 17

[object Object]
Pernille í skotroynd á Hálsi (Mynd: Sverri Egholm)

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 01. mars 2024

40 Leygardagur 02. mars 2024

Elias í uppskoti sum heimsins besti ungi spælari fyri 2023

21-ára gamli føroyski spælskiparin er tilnevndur til stóra heiðurin saman við týskum stjørnum og vegna stóru avrik síni seinasta ári. Til ber at atkvøða fyri Eliasi

Altjóða hondbóltssamgongan hevur serliga tilnevnt føroyingin vegna síni avrik í U21 HM-endaspælinum síðsta summar. Har gjørdu føroyski spælskiparin og liðfelagirnir av við millum annað Spania, og Elias Ellefsen á skipagøtu kom á All Star-liðið (Mynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

- Fyri serliga góð og merkisverd avrik í 2023, hevur altjóða hondbóltssambandið, IHF, tilnevnt Elias Ellefsen á Skipagøtu til 2023 IHF Young Male World Player of the Year. Elias er tilnevndur saman við Juri Knorr og Nils Lichtlein úr Týslandi.

Altjóða hondbóltssamgongan hevur serliga tilnevnt føroyingin vegna síni avrik í U21 HM-endaspælinum síðsta summar.

Elias Ellefsen á Skipagøtu skein fyri Føroyar, sum endaðu á 7. plássi í U21-endaspælinum í Týsklandi, og millum annað vunnu á Spania, Portugal og Kroatia. Elias gjørdi 70 mál, og legði upp til 48 onnur. Fyri avrikini varð hoyvíkingurin valdur á All-Star liðið sum besti spælskipari í kappingini.

Nils Lichtlein, ið var stjørnuspælari hjá týsku vertunum og gullvinnarunum í somu kapping, er eisini tilnevndur. Hann spælir til dagliga saman við Hákuni West av Teigum í Füchse Berlin. Juri Knorr gjørdist ársins ungi spælari í HM hjá teimum vaksnu í 2023. Hann er eisini týskari, og spælir í Bundesliguni - Knorr er stjørna á týska A-landsliðnum og tann triði, ið er tilnevndur.

Av tí at tað er IHF, verður ikki komið so nógv inn á EM, men har átti Elias á Skipagøtu stóran leiklut í, at Føroyar í 2023 spældu seg til EM-endaspælið. Hann hevur eisini skift addressu til Kiel, har hann í løtum veruliga skínur. Nú er 21-ára gamli hoyvíkingurin so í uppskoti til at gerast heimsins besti ungi spælari fyri síðsta kalendaraár.

Til ber at atkvøða frá nú og til og við mánadagin 11. mars á midnátt.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 26. februar 2024

41 Leygardagur 02. mars 2024

U20: Føroyar fingu tungt lutakast

Skulu spæla ímóti sponsku evropa- og heimsmeistarunum, umframt Fraklandi og Sveis í Slovenia í juli. Tað verður spennandi, men helst stríggið, í mun til koma víðari

Tróndur Johnsson til HM-endaspælið í fjør. Føroyar skulu stríðast móti hondbóltsstórveldum til EM-endaspælið í juli (Mynd: Egin Tollaksson Kass)
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

Tað kundi valla verið verri fyri Føroyar á pappírinum. U20-menninir vóru í næstovasta styrkisbólki til lutakastið hósdagin, men fingu allarbesta liðið í 04- og 05-árgangunum, helst besta liðið úr potti trý - sum eisini hevur nakað at løna Føroyum aftur - og so Sveis.

Tað er eingin ivi um, at Óli Mittún, Ísak Vedelsbøl og hinir veruliga skulu kýta seg í Slovenia: Aftur skulu hesir árgangirnir royna seg móti Spania og Fraklandi í einum bólkaspæli.

[object Object]
Allir bólkarnir til EM-endaspælið fyri U20 seinni í ár. Føroyar kundu enda í einari - á pappírinum - nógv betri støðu (Mynd: EHF)

Spania vann HM fyri U19 í fjør og EM fyri tveimum árum síðani, so tað verður ein risastórur biti. Føroyar taptu við tíggju málum í EM-bólkaspælinum seinast.

Føroyar vunnu á Fraklandi til júst EM-endaspælið í 2022, men tað verður ikki lætt at gera tað aftur. 

Ilt er at meta um Sveis, men tað er helst ein dystur har Føroyar fara at standa sum favorittar.

U20 EM 2024
Bólkur C:
Spania
Føroyar
Frakland
Sveis

Tá hesir árgangirnir vóru til EM fyri tveimum árum síðani, endaðu Føroyar á 9. plássi. Kravið fyri at koma víðari í EM-endaspælinum nú er at vinna bólkin ella at gerast ein av bestu tvey'arunum. Seks bólkar eru. 

EM-endaspælið fyri U20 landslið verður í Celje í Slovenia. Hetta í døgunum 10.-21. juli.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 29. februar 2024

42 Leygardagur 02. mars 2024

U18: Føroyar skulu spæla ímóti Íslandi í EM-endaspælinum

Fingu eitt lutfalsliga gott lutakast. Vertirnir Montenegro valdu bólkin við Føroyum at fara í. Italia verður fjórða mótsstøðuliðið í august

Føroysku dreingirnir til European Open í Svøríki í fjør - í august skulu nógvir av hesum royna seg til endaspæl á fyrsta sinni, og talan er um spennandi bólk (Mynd: HSF)
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

Lutakastið til EM-endaspælið hondbólti fyri U18 menn 2024 var hósdagin. Føroyar vóru í styrkisbólki 3, og fingu eitt á pappírinum gott lutakast. 

[object Object]
Soleiðis sær bólkaspælið út (Mynd: EHF)

Úr styrkisbólki eitt kom Ísland. Grannatjóðin fyri vestan hevur sterka hondbóltssiðvenju, men er nakað veikari enn allarbestu liðini í árganginum. Ísland endaði nummar fimm til European Open í fjør, tá árgangirnir vóru U17 - Føroyar endaðu nummar 10. Liðini skulu spæla venjingardystir í juni.

Italia kom úr niðasta styrkisbólki. Sum útgangspunkt vera Føroyar favorittar ímóti teimum.

Til hesi lutakøstini hava vertstjóðirnar tann fyrimunin, at man verður í seinasta potti, og at man ikki verður trektur - landið velur bólk. Í hesum førinum slapp Montengro at velja bólk, og tað var beinanvegin, at vertstjóðin valdi sær bólk F, har Ísland, Føroyar og Italia vóru tá. 

Harvið sær bólkurin hjá føroysku U18-monnum soleiðis út: 
Bólkur F:
Ísland
Montenegro (Vertstjóð)
Føroyar
Italia

Hvørki Montenegro ella Italia vóru við til European Open í fjør, so tað er heldur ilt at meta um tey. Lagt er tó upp til nakrar spennandi dystir í Podgoricia, Montenegro í august.

EM-endaspælið hjá U18 byrjar 7. august, og er hetta fyrsta veruliga endaspæl hjá 06- og 07-árgangunum hjá Føroyum. Teir royndu seg í European Open í fjør. 


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 29. februar 2024

43 Leygardagur 02. mars 2024

Albania vísti størri neyvleika í vindinum

Føroyar taptu 0-3 í seinna venjingardystinum á Malta. Eins og í fleiri Nations League-dystum í heyst, høvdu føroysku kvinnurnar tó fleiri góðar málmøguleikar

Ásla Johannesen, sum til dagliga spælir í bestu svensku deildini, spældi væl, men brendi nakrar málmøguleikar (Mynd: Domenic Aquilina / FSF)
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

Hóast dysturin varð spældur í Miðjarðarhavinunum, so sá tað út til at vera føroyskt veðurlag - serliga í byrjanini av dystinum á Tony Bezzina leikvøllinum í Paola. Tað var ógvuliga grátt, nakað av avfalli og heilt fitt av vindi.

Tað var vindur gjøgnum allan venjingardystin millum Albania og Føroyar. Sólin kom so líðandi fram á Malta, men fyri Føroyar endaði tað, eins og hósdagin undan, við tapi. Tað eydnaðist heldur ikki at skora móti Albania, men tað var nær við nakrar ferðir.

Meira neyvleiki var hjá teimum í reyðum og svørtum. Tær vóru nær við at skora beinanvegin, tá Føroyar mistu bóltin í uppspælinum. Albania fekk tó einsamalla málið í 1. hálvleiki eftir flott gjøgnumbrot við bandaspæli. Skotið lá eisini heilt úti í longra horninum: 0-1.

Signe Pries Andersen skifti ikki so nógv út, sum man annars ofta ger til venjingardystir. Dysturin líktist eisini rímiliga nógv teimum flestu hjá Føroyum í Nations League í fjør: Hann var tættur, bylgjaði leingi nakað aftur og fram, Føroyar høvdu fleiri góðar málmøguleikar, men mótsstøðuliðið vísti meira skerpni og vann.

Tað var innanfyri fáar minuttir miðskeiðis í 2. hálvleiki, at Albania í roynd og veru avgjørdi dystin. Tað eydnaðist at sleppa ígjøgnum í síðuni og at fáa eitt innlegg inn í føroyska brotsteigin. Har var ein hjá Albania púra frí og stútaði uppum Óluvu Allansdóttir Joensen, sum var fangað á skeiva beininum í føroyska málinum. Næsta veruliga álopið endaði við hornasparki, sum Føroyar ikki fingu vart fyri, og so var 0-3.

Hóast Albania var nakað omaná samanlagt, so samsvarar 3-0 ikki heilt við dystarmyndina í Paola. Føroyar fingu flutt bóltin væl til tíðir, vóru sum heild væl við og komu til nógvar støður. Serliga var liðskiparin Ásla Johannesen nær við: 

Í fyrra hálvleiki varð Ásla send avstað í mótálopi, men skotið fór beint framvið. Eftir steðgin stórbjargaði málverjin, eftir at Malena Olsen hevði spælt hana fría í brotsteignum. Ásla Johanesen hevði eisini gott langskot, og seinni rakti hon ikki bóltin heilt mitt fyri málið, eftir gott uppspæl frá innskiftu Fridrikku Mariu Clementsen og Jensu Kannuberg Tórolvsdóttir í høgru. Júst tær báðar vístu góðar taktir, og Jensa kom eisini í fría skotstøðu seint í dystinum. Tað varð tó bjargað út til hornaspark.

Tað eydnaðist tó ikki Føroyum at fáa bóltin í málið, og harvið endaði tað 3-0 til Albania, og venjingarlegan er sum so komin at enda. Lutakastið til EM-undankappingina hjá kvinnum, sum verður seinni í ár, er á skránni týsdagin 5. mars.

Venjingardystur
Paola, 25. februar
Føroyar - Albania 0-3 (0-1)

Føroyar (3-4-3/5-4-1):
Óluva Allansdóttir Joensen - Birita Ryan, Durita Hummeland, Tórunn Højgaard Joensen - Malena Olsen (70' Jensa Tórolvsdóttir), Rúna Jacobsen og Eyðvør Klakstein, Ásla Johannesen (L) (63' Mona Rasmusdóttir) og Malena Olsen - Heidi Sevdal (63' Fridrikka Clementsen), Rebekka Benbakoura og Sunniva Willemoes.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 25. februar 2024

44 Leygardagur 02. mars 2024

Almenna startskotið til kappingarárið á skránni í dag

Føroyameistararnir KÍ og steypavinnararnir HB bresta saman í stórsteypadystinum, sum kann vera ein áhugaverd ábending. Fyrsta bríksl á Tórsvølli verður klokkan 17.30

KÍ hevur vunnð trý FM á rað, og hevur fullkomiliga havt yvirtakið í innanhýsis uppgerðunum móti HB seinastu tvey árini (Mynd: Jens Kr. Vang)
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

Vit eru nú farin inn í mars, og hetta merkir millum annað, at landskappingarnar í fótbólti byrja aftur. Øll liðini í Betrideildini hjá monnum skulu spæla næsta vikuskiftið, men seinnapartin er almenna startskotið. Tað er við stórsteypadystinum á Tórsvølli.

Síðani 2007 er kappingarárið hjá monnum byrjað við einum dysti millum steypavinnararnar og føroyameistararnar frá undanfarna árinum. Útyvir tað ítróttarliga, so er jaliga við hesum, at áskoðarainntøkrurnar fara til eitt gott endamál. Til ber eisin iat stuðla í samband við stórsteypadystin. Í ár er tað Berin, sum virkar fyri, at børn og foreldur í sorg, sum frá líður, gerast betur før fyri at handfara sorgina.

Á vøllinum eru tað arvafíggindarnir KÍ og HB, sum skulu stríðast. KÍ hevur vunnið stórsteypið tvey ár á rað, og trý útav teimum seinastu fýra árunum. Í 2020 var tað móti júst HB eftir brotssparkskapping. HB hevur vunnið stórsteypið fýra ferðir: Í 2021, 2019, 2010 og 2010.

Harvið eru tað einastu feløgini, ið hava vunnið hetta steypið seinastu fimm árini. Áhugin fyri dystinum í ár er stórur. Millumm annað er tað í tann mun, at tað eru nógv spurnartekin við bæði liðini: HB og KÍ hava nýggj venjaratoymi og nakrar nýggjar spælarar, og hava sæð heldur skinklandi út í nøkrum venjingardystum.

Júst tað seinasta noyðist ikki at merkja so nógv, men dysturin í morgin verður ein ábending um, hvussu kappingarárið kann fara at síggja út hjá stóru feløgunum. Serliga KÍ hevur nakrar skaðar at dragast við - HB hevur havt tað ógvuliga trupult í innanhýsis uppgerðunum seinastu tvey árini.

Fyrsta bríksl á Tórsvølli verður klokkan 17.30. Dysturin sæst í Televarpinum.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 01. mars 2024

45 Leygardagur 02. mars 2024

Jóhanna fekk fyrstu minuttirnar á danska landsliðnum

Tað bleiv til ein góðan hálvan tíma á danska landsliðnum hjá 18 ára gomlu Jóhannu Fossdalsá Sørensen. - Hetta kann eg brúka sum íblástur til enn meira, sigur hon

(Mynd: DBU)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Jóhanna Fossdalsá Sørensen fekk mikudagin sínar fyrstu minuttir á danska fótbóltslandsliðnum. Tað fekk hon í venjingardysti móti Eysturríki í spanska býnum Marbella, har kvinnulandsliðið er á venjingarlegu í hesum døgum.

18 ára gamla stórtalentið, sum dagliga spælir við BK Häcken í Gøteborg, kom á vøllin tá ein tími var leiktur. Beinanvegin gjørdi hon um seg við góðum bóltrøringum og góðum sjálvsáliti.

[object Object](Mynd: DBU)

Tað eydnaðist tó ikki Danmark at skora nakað mál meðan hoyvíkingurin var á vølli. Eysturríki legði seg á odda longu eftir 11 minuttir, og Pernille Harder javnaði í 52. minutti. Fleiri mál komu ikki í dystinum.

- Hetta var mega feitt at vera við til og eitt kempi upplivilsi, segði Jóhanna Fossdalsá Sørensen við DR aftan á dystin.

- Hetta er tað, eg havi vant ímóti seinastu vikuna, og eg kenni meg tryggna at spæla saman við gentunum, og tær eru góðar at seta meg inn í alt, segði hon.

- Nú havi eg roynt at spæla ein A-landsdyst, og tað kann eg brúka sum íblástur til enn meira, og vónandi sleppa við næstu ferð eisini, segði Jóhanna Fossdalsá Sørensen.

Jóhanna Fossdalsá Sørensen hevur áður umboðað føroysk ungdómslandslið, men síðstu árini hevur hon spælt við U16, U17 og U19-landsliðunum hjá Danmark.

[object Object](Skíggjamynd: DR)

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 28. februar 2024

46 Leygardagur 02. mars 2024

Magne Hoseth uppsagdur eftir 50 døgum í Lyngby

- Vit hava gjørt eina skeiva meting, og trúgvin uppá at hetta fór at eydnast var heilt burtur. Soleiðis skrivaði Lyngby í gjár

Lyngby skrivar, at tað heilt tíðliga vóru tekin um, at arbeiðið hjá nýggja venjaranum var "ov ógreitt". Fólkini rundanum hava verið frustreraði og kedd - og nú er tað sama galdandi fyri spælararnar. Magne Hoseth er nú arbeiðsleysur (Mynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

11. januar keypti Lyngby Boldblub Magne Hoseth leysan úr KÍ. Eftir at Freyr Alexandersson varð seldur til belgiskan fótbólt, var tað 43-ára gamli norski venjarin við góðu evropeisku úrslitunum við føroyameistarunum, ið skuldu leiða Lyngby víðari.

Hetta var eitt mistak - ella soleiðis sær Lyngby uppá tað í dag, undir tveir mánaðir seinni.

- Tú hevur starvsfólk uttan veruliga vónir fyri framtíðina á einari síðu og ein fantastiska sympatiskan mann við bara 50 døgum í stólinum á hinari síðu. Tað er ikki ein stuttlig avgerð uppá nakran máta, og vit kunnu bert vóna, at fótbólts-Danmark ikki slaktar okkum, men skilir tí spentu støðuna.

Hetta sigur stjórin í Lyngby BK, Andreas Byder, við lyngby.dk, í sambandi við at felagið fyrrapartin fríggjadagin slepti bumbuni: Magne Hoseth er uppsagdur eftir bert 50 dagar sum Lyngby-venjari.

[object Object]
Ein tungur dagur fyri Magna Hoseth sum hevði frálík og søgulig úrslit í Evropa við KÍ, umframt at 43-ára gamli norðmaðurin hevur eitt føroyameistaraheiti (Mynd: Bjarni Enghamar)

Tað tykist sum ein ógvuliga løgin avgerð, men felagið roynir at greiða frá, at hetta snýr seg um, at man gjørdi eina feilmeting, í mun til setanina. Ímillum linjurnar skilst, at Magne Hoseth ikki var tað, sum Lyngby BK væntaði at fáa - íhvussu er ikki útfrá sjey vikum, sum ikki er nakað stórt grundarlag.

Lyngby skrivar, at tað heilt tíðliga vóru tekin um, at arbeiði hjá nýggja venjaranum var "ov ógreitt", og at hann var ov lítið íblandaður. Fólkini rundanum hava verið frustreraði og kedd - og nú er tað sama galdandi fyri spælararnar. Sambært felagnum, sum hevur sparkað venjaran til hús, so var trúgvin uppá, at hetta fór at rigga undir Magna Hoseth farin.

Danska felagið tekur tó í egnan barm og viðurkennir, at man hevur sett persónin Magna Hoseth í eina ógvuliga keðiliga støðu í vetur.

- Vit eru ógvuliga kedd av støðuni. Tað eru bert vit, sum kunnu vera fyri atfinningum, og vit vilja gera alt fyri at hjálpa Magna og familjuni víðari. Tað eru vit, sum hava tikið Magna úr einum góðum starvi, fingið hann til Danmarkar, og og tað mugu sostatt vera vit, sum taka skrellið. Vit hava einki at lasta Magna fyri, og vit vóna, at tað er greitt, at hetta einki hevur við tveir teir fyrstu dystirnar eftir vetrarsteðgin at gera.

Fyrrverandi KÍ-høvuðsvenjarin fekk bert tveir dystir í Superliguni. Báðir endaðu við teprum tapi: FC Nordsjælland (2-3) og Randers FC (0-1)

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 01. mars 2024

47 Leygardagur 02. mars 2024

Mattias Lamhauge fekk góða byrjan í landskappingini

Landsliðsmálverjin helt málið hjá Fredericia reint í Hobro farna vikuskiftið, tá lið hansara vann 2-0. Føroyingafelagið liggur nú á 3. plássi í næstbestu donsku deildini

Hobro fekk brotsspark, men skotið endaði á stongini. Mattias hevði nakrar bjargingar í dystinum (Savnsmynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

Fyritreytirnar fyri at halda málið reint sóu ikki so gott út, tá Hobro fekk brotsspark longu eftir tveir minuttir. Mads Freundlich skuldi fáa bóltin framvið Mattiasi Lamhauge, og føroyski landsliðsmálverjin hevur møguliga órógvað unga skjúttan hjá heimaliðnum væl.

Freundlich skeyt í øllum førum á stongina, Mattias bjargaði restina av skotunum, sum komu innanfyri stengurnar á handara mál í dystinum, og FC Fredericia vann 2-0.

Útiliðið skoraði stórar fimm minuttir fyri steðgin og fimm minuttir eftir steðgin. Harvið trý góð stig til Fredericia sum nú er á 3. plássi í Nordicbet deildini við 33 stigum.

Hetta var fyrsti almenni dysturin hjá Mattiasi Lamhauge í donskum fótbólti, og talan var um eina góða byrjan hjá málverjanum.

[object Object]
Mattias Lamhauge er ein teimum nýggju í jútska felagnum, sum liggur væl fyri í Nordicbet deildini (Mynd: FC Fredericia)

Hann fór út við skaða í fyrra hálvleiki í landsdystinum í Albania í november. Tíbetur var standurin í knænum ikki so ringur, og 24-ára gamli havnarmaðurin hevur spælt tveir venjingardystir fyrr í februar mánaði. Har eydnaðist eisini at halda málið reint móti HamKam úr bestu norsku deildini.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 25. februar 2024

48 Leygardagur 02. mars 2024

Hevur spælt yvir 100 dystir í fremstu fronsku deildini

Nýggi miðverjin hjá KÍ, Cédric Yambere kemur til Klaksvíkar við nógvum royndum á høgum stigi. Hann hevur eisini 13 landsdystir fyri Miðafrikalýðveldi

Cédric Yambere í dysti fyri Dijon FCO, sum hann spældi fast fyri frá 2017 til og við 2019. Hetta var í Ligue 1
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

Í vikuni hevur KÍ kunngjørd nýggja miðverjan á liðnum. Talan er um fraklendingin  Cédric Yambere, sum seinast hevur spælt í bestu deildini á Kýpros.

33-ára gamli miðverjin hevur tó spælt á uppaftur hægri addressum. Hann er uppvaksin í Bordeaux, og Yambere hevur umboðað stóra felagið har í bestu fronsku deildini. Seinni spældi Cédric Yambere yvir 60 dystir fyri Dijon í Ligue 1. 

Seinast Yambere spældi í fremstu fronsku deildini var í 2019. League 1 er í topp-fimm millum deildir í Evropa - beint niðanfyri Bundesliguna. Samanlagt er hann skrásettur fyri 107 dystir í fremstu fronsku kappingini.

Umframt hetta hevur royndi miðverjin spælt í bestu deildunum í Russlandi og Saudiarabia, umframt næstbestu deildunum í Grikkalandi og Belgia. Cédric Yambere hevur eisini spælt í næstbestu deildini í Fraklandi og hevur nakrar Europa League-dystir á sínum CV.

Nýggi spælarin hjá KÍ er, sum nevnt, uppvaksin í Bordeuax men hevur røtur til miðafrika. Hann hevur spælt 13 landsdystir fyri Miðafrikalýðveldi (Central African Republic) síðani 2017.

Cédric Yambere hevur ferðast rímiliga nógv runt seinastu árini. Nú stóð hann uttan sáttmála, og trýfaldu føroyameistararnir settu seg í samband við hann.

- Tað eru ávísir eginleikar, vit ynskja í nýggja verjuleikaranum. Hesar meta vit, at fraklendingurin, Céderic Yambere, hevur í sær, sigur KÍ-venjarin Haakon Lunov.

33-ára gamli miðverjin skal vera ein avloysari fyri Vegard Forren, sum er farin aftur til Noregs. Tað verður tó ein løta, til hann kann spæla. Heimasíðan ki.fo sigur, at nýggi leikarin eftir ætlan verður í Klaksvík um eina viku, men at tað fer at taka nakað av tíð at útvega uppihalds- og arbeiðsloyvi sum krevst.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 27. februar 2024

49 Leygardagur 02. mars 2024

Elias Rusborg: - Vit skulu spæla við um steypini

HB hevur leigað U21-landsliðsmiðverjan, sum sigur seg vera komnan har til á yrkisleiðini, at hann skal hava spælitíð í vaksnamannafótbólti

 
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

Í januar var leiguavtala gjørd millum Hvidovre og HB um Elias Rusborg. Ungi miðverjin er uppvaksin í Danmark, men mann er føroysk. Elias hevur harvið familju í Føroyum, og er hann higartil skrásettur fyri 23 U-landsdystir fyri Føroyar. 

Elias Rusborg hevur spælt átta ferðir á U21-landsliðnum men ikki á besta liðnum hjá Hvidovre enn, og nú snýr tað seg sanniliga eisini um vaksnamannafótbólt fyri at halda fram við menningini. Tað skal verjuspælarin stríðast fyri í HB, sum hann kennir eitt sindur.

- Eg eri komin har til á mínari yrkisleið, at eg skal hava spælitíð. HB vísti áhuga, og hóast spælararnir ikki eru teir somu, sum tá eg var her seinast, so kendi eg sjálvandi eitt sindur til felagið frá seinast, eg vandi við her. Hetta er eitt spennandi felag, sum setur sær stór mál. Og tað hóskar væl til mín. Eg haldi at tað sær spennandi út við nýggja venjaratoyminum, sigur Elias Rusborg við hb.fo

Tá fótbólturin, vegna korona, lá stillur í Danmark á vári 2021, kom Elias til Føroya. Har helt hann seg í gongd við at venja við besta liðnum hjá HB - tvey ár seinni kom ein avtala í lag.

[object Object]
Elias Rusborg í U21-dysti móti Andorra (Mynd: Sverri Egholm)

HB lýsir sín nýggja miðverja á hendan hátt:

- Elias Rusborg er miðverji. Hansara styrki er avgjørt í nærdystum og í luftini. Harumframt er hann eisini góður á bóltinum, og luttekur í upbyggjandi spælinum. Og hann er ikki ein, ið smæðist burtur. Honum dámar væl at stýra verjuni og hoyrist væl á vøllinum.

Fyri 21-ára gamla miðverjan snýr tað seg bæði um minuttir og at spæla við, har sum tað er stuttligt: 

– Eg skal sum sagt hava spælitíð, so mítt mál er at bíta meg fastan á liðið. Og tá vil eg gera mítt fyri at vit skulu vera við í toppinum, og spæla við um steypini. Felagið er so mikið stórt, at tað skulu vit. Og so gleði eg meg eisini til europeisku avbjóðingarnar í summar.

Steypavinnararnir úr HB skulu spæla stórsteypadyst móti KÍ í dag klokkan 17.30 á Tórsvølli.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 29. februar 2024

50 Leygardagur 02. mars 2024

Ungur dani skal skora mál fyri B36

20-ára gamli Zean Peetz Dalügge er leigaður úr Vendsyssel. Hann hevur nakað av royndum úr m.a. næstbestu donsku deildini

Hann verður lýstur sum ein við góðum bóltførleika og er bæði kropssterkur og kvikur álopsspælari við stórum menningarmøguleikum.
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

Í seinastu viku gjørdi Dan Brimsvík greitt, at B36 ynskti at knýta ein áleypara afturat hópinum.

Hetta er nú komið í lag, og harvið tykist hópurin hjá B36 endaligur. Felagið boðaði hóskvøldið frá, at leigusáttmálur er gjørdur við álopsspælaran, Zean Peetz Dalügge og Vendsyssel. 

- Dalügge er 20 ár og flytur til B36 úr Vendsyssel. Hann hevur góðan bóltførleika og er bæði kropssterkur og kvikur álopsspælari við stórum menningarmøguleikum.

Hann hevur royndir úr næstbestu donsku deildini - millum annað fyri trimum árum síðan, tá hann sum bara 17 ára gamal spældi á besta liðnum hjá Esbjerg, sum tá var í næstbestu donsku deildini.

Samanlagt hevur nýggi áleyparin í Gundadali spælt 37 dystir og skorað fýra mál í 1. Division. Sambært Transfermarket hevur hann nógv mál í ungdómsfótbólti á høgum stigi.

Lyngby ognaði sær Zean Peetz Dalügge í 2021. Hann er skrásettur fyri fimm minuttir fyri felagið í Superliguni, men hann varð leigaður úr til íslendska Leiknir (bestu deildini) og HB Køge (næstbestu donsku deildini), áðrenn hann skrivaði undir sáttmála við Vendsyssel á sumri í fjør. Í heyst spældi hann níggju dystir fyri Vendsyssel.

Dalügge hevur millum annað verið í hópi saman við Peturi Knudsen. B36 skrivar, at hann kemur til Føroyar í morgin og verður við í hópinum, sum skal spæla venjingardyst leygardagin. Leiguavtalan er galdandi fyri kappingarárið 2024.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 29. februar 2024

51 Leygardagur 02. mars 2024

Dabo er nú EB/Streymari

26-ára gamli álopskendi spælarin úr Senegal hevur seinastu tvey árini spælt fyri B68. Boubacar Dabo var við á venjingarlegu og hevur skrivað undir eitt-ára sáttmála við EB/Streym

Serliga í 2022 var senegalbúgvin ein umráðandi partur av álopinum hjá liðnum av Svangaskarði. Nú skal hann royna at gera mun fyri EB/Streym (Mynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

EB/Streymur hevur í vetur mist nakrar av spælarunum, sum vóru fastir menn og stuðulsspælarar í fjør. Bogi Reinert-Petersen og Dánjal Godtfred eru farnir aftur til barndómsfeløgini - ÍF og FC Suðuroy - og lokali U21-landsliðsáleyparin Gutti Dahl-Olsen spælir nú fyri B36.

Hópurin hjá EB/Streymur sær nakað tunnur út á pappírinum, men nú er spælari kunngjørdur, sum skal vera munagóður styrkur til álopskenda partin í Streymnesi.

Talan er um Boubacar Sidik Dabo. Í føroyska fótbóltsheiminum er hann best kendur sum bara Dabo. Hann kom til B68 fyri tveimum árum síðani, og var hann serliga í 2022 ein umráðandi partur av álopskenda spælinum hjá liðnum av Svangaskarði.

Dabo skoraði átta mál og legði upp til fleiri í væleydnaðu bjargingaroyndini hjá B68. Í fjør gekk heldur meira striltið, og stutt eftir at senegalbúgvin hevði fingið seks-daga leikbann fyri at sláa Viljorm Davidsen í dysti móti HB, steðgaði samstarvið millum hann og B68. Tað varð tó tikið uppaftur í august. Samanlagt spældi Boubacar Dabo 48 dystir og skeyt 11 mál fyri besta liðið hjá B68.

Í vetur hevur ivamál verið um framtíð hansara, men fyri stuttum sást Dabo vera á venjingarlegu saman við EB/Streymi. 26-ára gamli álopskendi spælarin skoraði í venjingardysti um vikuskiftið, og í dag er sáttmál kunngjørdur millum partarnar fyri 2024.

[object Object]
Boubacar Dabo er nú partur av hópinum hjá EB/Streymi (Mynd: EB/Streymur)


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 27. februar 2024

52 Leygardagur 02. mars 2024

U19: 17 úttiknar til EM-undankapping í Turkalandi

Pætur Smith Clementsen, venjari hevur saman við hjálparvenjaranum, Rúnu Nón Bjartalíð, sett navn á tær 17, ið skulu umboða Føroyar í apríl

U19-gentur luttóku í EM-undankapping í Belgia í oktober (Mynd: Belgiska fótbóltssambandið/fsf.fo)
SkrivaÐ:

Alda Nielsdóttir

Pætur Smith Clementsen, venjari hjá U19-landsliðnum við gentum, hevur kunngjørt hópin til EM-undankappingina, sum verður í Turkalandi fyrst í apríl mánaði.

Tveir dystir eru á skránni. Fyrri dysturin verður mikudagin 3. apríl ímóti Turkalandi, og leygardagin 6. apríl spæla Føroyar og Armenia. 

Báðir dystirnir verða spældir á Arslan Zeki Demirci Spor Kompleksi í Antalya, skrivar FSF.

17 gentur eru úttiknar til EM-undankappingina. Tær eru:

  • Súsanna Laksafoss Godtfred, B36
  • Teresa Jacobsen, HB
  • Astrid Mittfoss, HB
  • Fríða Magnussardóttir Jakobsen, HB
  • Gunnvá Lützen, HB
  • Lea Tórarenni Johannesen, HB
  • Sólja Ernstdóttir, KÍ
  • Jórun Najma Patawary, KÍ
  • Jancy Mohr, KÍ
  • Vár Johannesen, KÍ
  • Elspa Maria Zachariassen, KÍ
  • Jonnhild á Sondum, NSÍ
  • Natalia Dansdóttir Olsen, NSÍ
  • Rakul Sørensen, Víkingur
  • Anna Katrina Mikkelsen, Víkingur
  • Anna Carolina Brændstrup, HB Køge (Danmark)
  • Petra Hoydal, AaB (Danmark)

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 29. februar 2024

53 Leygardagur 02. mars 2024

Hálv millión í avlopi og nýggj andlit í nevndina á Argjum

Enn hevur AB skuld at dragast við, men ársúrslitið í 2023 er eitt fet rætta vegin. Limatalið er eisini vaksandi - Esther Jespersen er nýggj í nevndini, meðan Marius Thomassen heldur fram sum formaður

Skuldin hjá AB væntast at vera burtur um eitt ár (Mynd: Argja Bóltfelag)
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

Aðalfundur felagsins var í AB-húsinum í síðstu viku, og væl av fólki var møtt upp. Tað skrivar Argja Bóltfelag á heimasíðu sínari.

- Fyrst varð greitt frá farna kappingarári. Hjá besta mansliðnum gjørdist talan um eitt vónbrot vegna niðurflytingina í 1. deild, meðan árið hilnaðist væl hjá kvinnunum á tann hátt, at liðið megnaði at manna lið til hvønn dyst í 1. deild. Hetta eydnaðist ikki árið fyri, tá liðið áðrenn summarhálvuna mátti takast úr kappingini.

Á Argjum fegnaðust tey um, at í ungdómsdeildunum gongur rætta vegin. Tað sæst, at talið av limum er vaksandi. Fleiri feløg í Føroyum hava trupulleikar við at mann lið í ávísum árgangum - hjá AB tað var bert hjá gentum 16, at tað ikki eydnaðist at manna lið í 2023. Í ár hevur felagið ein stóran árgang, sum er komin upp í gentur 16-aldursbólkin, og harvið væntar felagið at hava lið við í øllum ungdómsdeildum í ár.

Framvegis skuld - men eitt fet rætta vegin

- Fyri einum ári síðani sá tað ikki tespiligt út, tá hallið fyri 2022 var 992.000 krónur. Í 2023 gekk rætta vegin fíggjarliga, tí hóast ítróttarligt vónbrot kom felagið væl betur úr árinum peningaliga.

AB er farið frá at hava slaka millión í undirskoti - í serstaka árinum 2022 við millum annað einari rúgvu av útlendskum spælarum og ítróttarstjóra - til at hava yvirskot.

Rokniskapurin fyri 2023 vísti eitt avlop á 515.000 kr. Hetta er avgjørt er eitt stig rætta vegin fyri felagið, staðfestir ab.fo Enn hevur felagið eina ávísa skuld at dragast við, men hon væntast burtur um eitt ár.

Tvær broytingar í nevndini

Til seinast var val av nevnd á skránni. Sunneva M. Hansudóttir stillaði ikki uppaftur til nevndarval, og tað gjørdi tiltakslimurin, Sanna Hansdóttir Niclasen, heldur ikki.

Í teirra stað blivu vald Esther Jespersen, ið er nýggjur nevndarlimur, meðan Jónas Stenberg er nýggjur tiltakslimur.

Tað er greitt, at Marius Thomassen heldur fram sum formaður. Hann hevur verið í sessinum síðani februar 2020.

Nevndin í Argja Bóltfelag er nú hendan:
Formaður: Marius Thomassen
Næstforkvinna: Durita Sloan Dal-Christiansen
Kassameistari: Patur Sivertsen Vase
Skrivari: Esther Jespersen
Nevndarlimur: Gunleif Hentze
Tiltakslimur: Sóley Martinsdóttir við Garð
Tiltakslimur: Jónas Stenberg





Greinin varð fyrstu ferð løgd út 29. februar 2024

54 Leygardagur 02. mars 2024

Dan í nærum 25 ár: Støðusnildi og mentalt yvirskot skal til

En av teimum, sum aftur í ár verður at síggja fram við síðulinjuni í Betrideildini, er Dan Højgaard úr Rituvík. Dan fer nú undir sítt 25. ár sum hjálpardómari

Dan Højgaard kom upp í bestu deildina í 2000, og hevur verið FIFA-hjálpardómari síðani 2015. 42-ára gamli rituvíkingurin umboðar NSÍ (Mynd: Hans Erik Danielsen)
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

Síðsta vikuskifti vóru úrmælingadómararnir og dómaraeygleiðararnir savnaðir á Hotel Føroyum, har seinastu brikkarnir í samband við fyrireikingarnar til komandi kappingarár vórðu lagdir upp á pláss.

Ein av teimum, sum hevur verið við í nógv ár, er Dan Højgaard. Heimasíðan hjá FSF skrivar, at fryntligi rituvíkingurin tók dómaraprógv í 1998 og tvey ár seinni, tann 4. juni í 2000, var hann partur av tríbólkinum, ið dømdi dystin millum B71 og FS Vágar í 1. deild, sum fremsta deildin kallaðist tá.

Spurdur, hvat hjálpardómararnir serliga fara at hava fokus á í ár, sigur Dan Højgaard soleiðis við fsf.fo:

– Serliga nýggju tulkingarnar í sambandi við rangstøðu, har vit skulu meta um, um bólturin “støkkur”, ella verður spældur undir kontrol. Rangstøða er nevniliga eini 80 prosent av arbeiðinum hjá einum hjálpardómara. Annars er stóra avbjóðingin at hava gott støðusnildi – at vit duga at meta um støðuna, áðrenn hon hendir. Betri eg verði til tað, betri og rættari avgerðir klári eg at taka.

[object Object]

[object Object]
Royndi hjálpardómarin hevði eina framløgu á fyrireikingardøgunum (Myndir: Hans Erik Danielsen/FSF)

Fleiri myndir frá fyrireikingunum hjá dómarunum síggjast niðast á síðuni HER.

Dan Højgaard dømir fyri NSÍ. Hann leggur dent á, at tað er vorðið alt meira krevjandi at vera hjálpardómari. Tað er nevniliga sera týdningarmikið, at dómararnir og hjálpardómararnir eru væl fyri kropsliga, tí fótbólturin er blivin nógv skjótari seinastu árini.

– Vit skulu vera væl fyri, og skulu eisini hava mentalt yvirskot at vera á linju og taka rættar avgerðir.

Síðani Dan Højgaard byrjaði at døma fyri skjótt 25 árum síðani, hevur hann verið hjálpardómari í meira enn 600 dystum. 42-ára gamli rituvíkingurin hevur eisini verið FIFA-hjálpardómari síðani 2015, og hevur hann havt nógvar altjóða uppgávur. Talan er tískil um ein av okkara heilt royndu hjálpardómarum. Við fsf.fo sigur Dan, at tað er serliga ein dystur, ið stendur sterkur í minninum.

– Eg minnist serliga væl síðsta dystin í 2019 millum B36 og KÍ, tá FM stóð upp á spæl. Gundadalur var á tremur við áskoðarum, og har var ein øgiligur larmur. Tá vit stóðu í hurðini í B36-húsinum, klárir at renna inn á vøllin, segði Alex Troleis: “Í dag ganga vit inn. Hendan løtan skal njótast”. Og tað bleiv ein fantastiskur dystur, við høgari leikferð, samstundis sum nógvar avgerðir skuldu takast, fortelur Dan Højgaard.

[object Object]
Dan Højgaard sæst til vinstru fyri Alex Troleis - til høgru er Jan Hermansen, sum eisini er royndur hjálpardómari. Hetta var dómartoymi til "FM-finaluna" millum B36 og KÍ í 2019, tá fleiri túsund áskoðarar settu dám á í Gundadali (Mynd: Sverri Egholm)

[object Object]Úrmælingadómararnir og dómaraeygleiðararnir savnaðir á Hotel Føroyum í samband við fyrireikingarnar til kappingarárið (Mynd: Hans Erik Danielsen/FSF)

Fótbóltsárið 2024 byrja alment leygardagin 2. mars, tá KÍ og HB fara á Tórsvøll at dystast um Lions Stórsteypið. Avspark verður klokkan 17:30. Fyrstu dystirnir í Betrideildini hjá monnu meru á skránni 9. og 10. mars.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 28. februar 2024

55 Leygardagur 02. mars 2024

Dráttur steypavinnari hjá kvinnum

Dráttur vann Bónuskappingina fyri kvinnur eftir ein sera spennandi og vælleiktan dyst. Fimm sett máttu til fyri at finna ein vinnara

(Mynd: Jens Kr. Vang)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Fleyr-Dráttur 2-3 (26-28, 25-23, 25-7, 21-25 21-25)

Lagt var upp til ein sera spennandi finaludyst leygardagin millum Fleyr og Drátt í Bónuskappingini. Nøkur ár eru síðani, at fleiri áskoðarar hava verið til hesar finalurnar, so ljóðstigið var eisini høgt í høllini.

Higartil í kappingunum í ár, er Fleyr einasta liðið, sum hevur megnað at vunnið á Drátti, sum tó í seinastuni ikki hevur víst somu styrki sum fyrr á árinum.

Dysturin byrjaði sera spennandi. Liðini fylgdust mestum alt fyrsta sett, men Dráttur gjørdi ímóti endanum bart og vann 28-26.

Í øðrum settið dróg Fleyr tíðliga frá Drátti. Hetta var serliga við stórspælið frá Anju Danielsen, sum fer eftir fer megnaði at banka bóltarnar í gólvið hjá Drátti. Hartil fekk Fleyr sett blokkin rætt, so hóttanin frá sterku Terezu Kerpcarova bleiv minni. Fleyr hevði ímóti endanum fimm settbóltar, sum Dráttur tó megnarði at yvirliva, men ein servufeilur frá Henrikku Jacobsen avgjørdi settið. Nú var 1-1.

Triðja settið gjørdist øðrvísi enn øll onnur, sum Dráttur hevur leikt í ár. Tær blivu snøgt sagt avhølvaðar av Fleyr, sum vann settið 25-7! Onki virkaði hjá Drátti og tað tóktist, sum onkrar innanhýsis ósemjur darvaði spælið. Thirza Beccea frá Fleyr stór sera sterk í myndini í triðja settið við eini røð av tryggum sterkum servum. Thirza er einans 16 ára gomul.

Fjórða settið bleiv meira spennandi. Fleyr dróg frá, men um miðuna av settinum kom Dráttur afturíaftur. Tereza byrjaði at finna nakað av sínum stórspælið fram aftur samstundis sum Fleyr hevði trupuleikar við blokkinum. Nakað ov orkuni hjá Fleyr bleiv brúkt uppá frustratiónir, sum til endans gav gult kort frá dómaranum. Dráttur vann settið trygt og fótaði sær harvið aftur eftir lemjandi triðja settið.

Neyðugt var við javnbrótara fyri at avgera finaluna. Liðini fylgdust og munurin var ongantíð størri enn eitt stig, inntil Dráttur eftir eitt smasj frá Anju Danielsen tók leikbrá. Tá var støðan 7-5 til Fleyr. Leikbráðið hjálpti og liðini skiftu síðu við støðuna 7-8. Dráttur helt leiðsluna til 9-11, tá Fleyr tók næsta leikbrá í settinum. Hetta hjálpti, tí eftir enn eitt smasj frá Anju, tók Dráttur leikbrá við støðuna 11-11.

Dráttur fekk settbólt eftir smasj frá Terezu, og eftir eina servur frá Jórunn E. Vang, syrgdi Tereza sjálv fyri, at gera nýtslu av settbóltinum við einum smasji til endaligu støðuna 13-15 og 2-3.

Dagsins leikari í dystinum gjørdist Anja Danielsen frá Fleyr.

Fleiri myndir

[object Object](Mynd: Jens Kr. Vang)

[object Object](Mynd: Jens Kr. Vang)

[object Object](Mynd: Jens Kr. Vang)

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 24. februar 2024

56 Leygardagur 02. mars 2024

SÍ steypavinnari við 3-1 sigri

Greiðu favorittarnir taptu móti sørvingum

(Mynd: Jens Kr. Vang)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

SÍ-Mjølnir 3-1 (25-22, 29-27, 24-26, 25-16)

Mjølnir er greitt oddalið í landskappingini fyri menn og vóru eisini greiðir favorittar at vinna Bónuskappingina, sum er steypakappingin.

Men dystirnir ímillum hesi feløgini eru vanliga langir og spennandi. Lagt varð fyri í steypafinaluni leygardagin við nógari styrki í leikinum, har menn sum Christiano Campos, Hjørtur Joensen og Milita Vesovic gingu á odda hjá SÍ. Fyri Mjølnir vóru tað serliga Jóhan Arni Wang, Grzegorzewski Bartlomiej og Matheusz Pazgan sum vístu vegin við hørðum smasjum.

Liðini fylgdust í fyrsta settið, men gjøgnumgangandi hevði SÍ munin og vann settið 25-22. Her vóru tað serliga Christiano Campos og Hjørtur Joensen, sum vóru avgerðandi fyri SÍ.

Í øðrum settið sá betri út fyri Mjølnir. Teir løgdu seg skjótt nakað framum, men megnaðu ongantíð av sleppa greitt undan SÍ, sum áhaldandi bardi seg víðari og helt fast í Mjølnir. Christiano Campos vísti við einum serv essið til 22-22, hví hann er besti servari í føroysku kappingini og móti endanum av settinum var alt opið aftur. Mjølnir fekk settbólt við 23-24, men Hjørtur Joensen avvísti Mjølnir við einum av sínum snildu smasjum. Næsta settbóltin yvirlivdi SÍ eisini til støðuna 25-25. Mjølnir fekk síðani enn ein settbólt, tí SÍ megnaði at fáa sínar servur yvir, men hendan yvirlivdu teir eisini og svaraðu aftur við at fáa ein settbólt við einum sterkum blokki. SÍ hevði bara ein settbólt fyri neyðini. Christiano Campos syrgdi fyri at sláa í blokkin og út, og so var SÍ á odda 2-0 í settum.

Í triðja settið bygdi SÍ sær skjótt eina rúma leiðslu á 7-3 og 9-4, tá Mjølnir tók leikbrá fyri at bjarga settinum og harvið dystinum fyri teir. SÍ tóktist tó at halda fast við eina leiðslu á 5-6 stig og líkt var til, at Mjølnir ikki hevði evnini at finna loysnir ímóti einum vælleikandi SÍ liðið. Men SÍ sløgini byrjaðu at raka uttanfyri vøllin. Mjølnir tyktist omaná og við støðuna 17-13 tók SÍ leikbrá. Líkt var til, at loysnir vóru funnar undir leikbráðssteðginum, tí SÌ vann sær aftur eina 6 stig leiðslu - 21-15. Men Mjølnir svaraði aftur og við støðuna 22-19 tók SÍ seinna leikbráðið í settinum, men eftir tað styttist meira millum liðini. Mjølnir leikti seg upp á støðuna 23-23. Við 24-23 fekk SÍ dystarbólt, men Hjørtur missnýtti eitt smasj  og støðan bleiv 24-24. Nú fekk Mjølnir settbólt, sum Matheusz Pazgan gagnnýttið við einum serv essið. Mjølnir tók settið og byrtið nýggjan spenning í dystin.

Í fjórða settið bygdi SÍ sær skjótt eina 6 stig leiðslu, og við støðuna 12-6 tók venjarin hjá Mjølnir, John Syderbø, leikbrá. Eftir tað, hálaði Mjølnir nakað innaftur á SÍ. Støðan bleiv 14-11 og tá tók SÍ leikbrá. SÍ spældi seg upp til eina 6 stig leiðslu aftur eftir leikbráðið, tá støðan bleiv 19-13. Við støðuna 23-15 tók Mjølnir leikbrá, men tað hjálpti ikki, tí eftir næsta bólt, fekk SÍ sett og dystarbólt. Mjølnir yvirlivdi, men SÍ tók tann næsta til støðuna 25-16. 

SÍ vann dystin og Bónuskappingina fyri menn 2024.

Dagsins leikari í dystinum gjørdist Christiano Rodrigues Campos, leikandi venjari hjá SÍ.

Fleiri myndir

[object Object](Mynd: Jens Kr. Vang)

[object Object]
(Mynd: Jens Kr. Vang)

[object Object]
(Mynd: Jens Kr. Vang)


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 24. februar 2024

57 Leygardagur 02. mars 2024

Jóhan Vest nýggjur stjóri í Flogbóltssambandi Føroya

Jóhan er sandingur, sum er búsitandi í Oyndarfirði, har hann í nógv ár hevur verið formaður í ítróttafelagnumi. Hann tekur við starvinum 1. mars

Jóhan Vest hevur sitið í ymiskum leiðslustørvum og hevur verið býráðslimur í Runavíkar Kommunu (Mynd: fbf.fo)
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

Tíðliga í ár varð starvið sum stjóri í Flogbóltssambandi Føroya lýst leyst. Peter Holm hevur verið formaður í FBF nøkur ár, og skjótt verður lagt afturat umsitingarliga partinum í Flogbóltssambandinum.

1. mars tekur Jóhan Vest við starvinum. Hesum boðaði flogbóltssambandið frá í vikuni. Jóhan er nú settur í starvið, sum millum annað verður lýst á hendan hátt:

- Umframt ábyrgdina av skrivstovuni fært tú sum stjóri ábyrgdina av samskiftinum við starvsnevnd, venjarar, feløg, flogbóltssambond í øðrum londum og onnur altjóða sambond. Tú gongur á odda við at skapa fíggjarligar inntøkur fyri flogbóltin og at seta upp karmar fyri tey tiltøk, sum eru skipað av FBF.

[object Object]
Jóhan Vest hevur somuleiðis sitið í ymiskum leiðslustørvum og hevur verið býráðslimur í Runavíkar Kommunu. Tað er nevndin í Flogbóltssambandi Føroya, sum hevur sett Jóhan Vest í starv (Mynd: fbf.fo)

Um nýggja stjóran skrivar FBF, at Jóhan er sandingur búsitandi í Oyndarfirði, har hann í nógv ár hevur verið formaður í ítróttafelagnum í Oyndarfirði. Tað er samstundis bygdarfelagið.

- Jóhan hevur somuleiðis sitið í ymiskum leiðslustørvum og hevur verið býráðslimur í Runavíkar Kommunu.

Tað er nevndin í Flogbóltssambandi Føroya, sum hevur sett Jóhan Vest í starv. Hann byrjar formliga 1. mars. 

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 27. februar 2024

58 Leygardagur 02. mars 2024

Søtur sigur til David Kunoy

Tveir ungir boksarar fingu diplom á stevnu í Danmark farna vikuskiftið

 
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

Føroyskir nevaleikarar vunnu ein av trimum dystum, sum vóru boksaðir á boksistevnuni í í Nykøbing í Sjællandi leygarkvøldið.

Bert ein royndur boksari var við millum føroyingarnar á stevnuni í dag, og tað var David Kunoy, sum fekk uppreisn fyri finaludystin um sælandsmeistaraheitið, sum hann tapti móti sama mótstøðumanni fyri tveimum árum síðani.

Dysturin millum David Kunoy og Magnus Jensen úr Nykøbing á Falster gjørdist kanska eisini tann besti og javnasti dysturin á stevnuni.

- Hvørgin vildi geva seg og tað gjørdist ein mannfólkadystir í øllum trimum umførunum. Talt var yvir báðar boksararnar, og talan va eisinir um ein sera javnan dyst, greiðir Martin Meng, venjari frá.

- Dómararnir sóu David sum vinnara, og tað var ein sera góður sigur at fáa heim við okkum aftur.

Aksel Jacobsen og Karstin Ljósstein royndu seg fyri fyrstu ferð í einum veruligum boksidysti, men teir taptu báðir. Venjarin ásannar, at teir taptu móti betri mótstøðumonnum. Teir báðir skulu heim at atbeiða við tí, sum teir lærdu í hesum dystunum, og so skulu teir nokk koma fyri seg.

Fyrrapartin vóru tríggir ungir boksarar við í sokallaðum diplomdystum fyri nýbyrjaðar.

Treytin fyri at fáa diplom er, at boksarin fær 27 stig frá dómaranum. Tað eydnaðist fyri Bjørn Sinclear og Kristinu Hayfield, men Marjun Slættanes náddi tíverri ikki upp á tey kravdu stigini, og má royna eina aðru ferð at royna at fáa hetta diplomið, sum er neyðugt fyri at koma víðari við boksingini.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 24. februar 2024

59 Leygardagur 02. mars 2024

Góð úrslit og fleiri persónlig met í Kekkia

Føroysku rógvararnir fingu tilsamans 10 heiðursmerkir, harav seks gull, trý silvur og eitt bronsu

(Mynd: Róðrarsamband Føroya)
SkrivaÐ:

Alda Nielsdóttir

– Við avbera góðu úrslitunum og fleiri persónligum metum hava okkara rógvarar enn einaferð av álvara gjørt vart við seg og sett Føroyar á heimskortið, skrivar Róðrarsamband Føroya í sambandi við HM/EM-stevnuni í Kekkia farna vikuskiftið.

– Okkara fimm rógvarar hava vunnið tilsaman tíggju heiðursmerkir, harav seks gull, trý silvur og eitt bronsu.

Leygardagin kappaðust føroysku rógvararnir á 2.000 metrum, og eisini var liðkapping á skránni.

Zoe Dickson róði í bólkinum 21-22 ár lættvekt. Zoe kom væl frá starti, og legði seg eftir startin á 3. pláss, sum hon megnaði at varðveita gjøgnum allan róðurin. Við einum góðum endaspurti kom hon um málstrikuna sum nr. 3. Zoe setti samstundis persónligt met. Í EM gjørdist Zoe nr. 2.

Vár Guriardóttir Hansen róði í bólkinum 21-22 ár. Vár hevði besta startin og lá eina løtu á odda. Í harðari kapping gjøgnum róðurin og við einum góðum endaspurti fekk Vár eitt flott 7. pláss. Í EM varð Vár nr. 5.

Sarita Kristina Hansen róði í lættvektsbólkinum 23-39 ár, sum er opin bólkur. Sarita fekk eina góða byrjan, og legði seg á odda í startinum. Sarita lá leingi á einum 5. plássi, men við einum góðum endaspurti otaði hon seg fram á eitt flott 4. pláss. Í EM kappingini fekk Sarita eitt flott 2. pláss.

Sára Maria og Kristina Roest róðu í bólkinum 23-39 ár, sum er opin bólkur. Kristina fekk ein sera góðan start. Sára Maria kom eisini væl frá startinum, og báðar vóru sostatt væl við frá byrjan. Støðið var høgt, og kappingin var sera hørð og jøvn gjøgnum allan róðurin. Báðar høvdu ein góðan endaspurt, har tær megnaðu at ota seg eitt vet fram. Tá Sára Maria kom um málstrikuna, endaði hon á einum flottum 11. plássi, og Kristina fekk eitt flott 15. pláss. Báðar settu persónlig met. Í EM kappingini endaðu tær á ávikavist 9. og 12. plássi.

Fyri fyrst ferð hava føroysku rógvararnir eisini luttikið í liðkappingini. Sára Maria, Vár og Sarita mannaðu tvey ymisk lið við nøkrum av fremstu rógvarunum í heiminum. Liðið hjá Sáru Mariu og Vár endaði á einum flottum 4. plássi. Liðið hjá Saritu endaði á 12. plássi.

Kappingin í ár hevur verið skipað sum bæði EM og HM. Fleiri enn 2.000 rógvarar úr 50 ymiskum londum hava luttikið í kappingini.

[object Object]

[object Object]

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 25. februar 2024

60 Leygardagur 02. mars 2024

Norðurlendska meistaraheitið í innirógving verður í dag

Tað plagar at hilnast væl hjá føroyskum rógvarum, og 57 "setur" eru føroysk. Aftur í ár verður kappast netborið

Føroysku luttakararnir hava sligið seg saman, og kappast í felag fýra støð í landinum, í Vági, á Tvøroyri, í Sandavági og við Gøtugjógv.  Róðrarsambandið er við í fimleikahøllini í skúlanum við Gøtugjógv og stroymir
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Í dag verður norðurlandameistarakapping í innirógving. 

Kappingin, sum kallast Nordic Indoor Championship, verður skipað upp á skift av limalondunum í Nordic Rowing, og í ár er tað danska róðrarsambandið, sum stendur fyri kappingini. Hini limalondini í Nordic Rowing eru Finnland, Svøríki, Noregi og Ísland.

Síðan Covid hevur kappingin verði skipað netborið og tað verður hon eisini hesaferð. Tað ber við sær, at luttakararnir sjálvir standi fyri tilmeldingini, og kunnu kappast har tey ynskja. Føroysku luttakararnir hava tó sligið seg saman, og kappast í felag fýra støð í landinum, í Vági, á Tvøroyri, í Sandavági og við Gøtugjógv. 

Róðrarsambandið er við í fimleikahøllini í skúlanum við Gøtugjógv, haðani stroymt verðua á YouTube vanganum hjá Róðrarsambandi Føroya, dagføra úrslitatænastuna og socialu vangar okkar. Áskoðarar eru vælkomnir at heppa uppá rógvarnar. 

390 setur eru tilmeldað til Nordic Indoor Championship 2024 – harav eru 57 føroysk. 

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 01. mars 2024

61 Leygardagur 02. mars 2024

Fantastiskur kappingardagur í Vági

Finalan hjá compound-dreingjunum var so jøvn, at tað skuldu tveir shoot-off-pílar í part til at avgera dystin

Felagsmynd. Onkur var tíverri farin, tá myndin varð tikin
SkrivaÐ:

Innsent

Stóri blíðskapurin, sum øll í Team SuðurSkot sýndu, vann væl og virðiliga á kuldanum, og kappingarnar gingu væl, hóast umstøðurnar ikki vóru tær bestu. Finalan hjá compound-dreingjunum var so jøvn, at tað skuldu tveir shoot-off-pílar í part til at avgera dystin.

Leygardagin var grand prix-kapping fyri fyrstu ferð hildin í Vági. Verturin Team SuðurSkot (TSS) í Suðuroy hevði lagt nógv fyri at gera tað so ómakaleyst sum møguligt hjá skjúttum norðanfjørðs at luttaka, millum annað at fáa kappingina at sampakka við ferðaætlanina hjá Smyrli. Allar kappingarnar, bæði tær hjá teimum yngru á 15 metrum og tær hjá teimum vaksnu á 18 metrum, blivu tískil avgreiddar sama dag.

20 skjúttar úr øllum teimum fýra bogaskjótifeløgunum í landinum og umboðandi allar teir tríggjar bogaflokkarnar, barboga, recurve og compound, høvdu teknað seg. Tað var ikki sørt ein avbjóðing við tað, at TSS í løtuni er munandi skert, tá tað um hølisumstøður ræður, og felagið er eisini avmarkað í útgerð.

TSS er yngsta bogaskjótifelagið í landinum – tað fylti tvey ár í november. Tað fyrsta árið ella stívliga tað helt felagið til í Marghøllini í Vági, har umstøðurnar at venja og kappast vóru av teimum bestu. Men ein ódn seinasta vetur broytti alt, tí Marghøllin fór so illa í ódnarveðrinum, at hon hevur verið stongd síðan.

Bogaskjótifelagið fekk í staðin innivist í einum virkisbygningi á havnarlagnum, sum stóð tómur og óvirkin, og har hevur borið til at vant og havt smærri kappingar.

Riggaði upp á stás
Barbogin er alráðandi í TSS, men tá skotið verður við máttmiklu compoundbogunum krevjast tjúkri máttur aftan fyri skivurnar – ella andlitini, sum bogaskjúttarnir rópa tær. Onkur onnur útgerð vantaði eisini, og tí kom Bogaskjótisambandið til hjálpar við sínum útgerðarvogni.

Vognurin og teir flestu skjúttarnir norðanfjørðs komu suður við Smyrli leygarmorgunin, og ikki fyrr enn tá bar til av álvara at gera klárt til kappingina. Við snildum, góðum vilja og ikki minst sera góðum hýri bar tó til hjá fyriskiparunum at fáa alt at rigga, og tað uppá stás eisini.

Kappingin skuldi av røttum verið byrjað klokkan 10, men hon var farin av 11, áðrenn upphitingin so smátt fór í gongd, men kortini eydnaðist at avgreiða allar kappingarnar uttan hóvasták og við rúmi fyri hugnaligum steðgum. Um fimm-tíðina var alt liðugt og avriggað.

Kaldari inni enn úti
Ein stór avbjóðing við bygninginum á havnarlagnum í Vági er kuldin. Innikuldi er tiltikin, og tað gav at bíta leygardagin, har tað kendist, sum at tað var kaldari inni enn úti. Men óføri blíðskapurin vann á kuldanum, tí TSS borðreiddi við framúr góðari og heitari súpan, umframt kaffi, te og fleiri sløgum av góðum heimabakstri.

15 metrar
Leygardagurin bleiv eisini ein minniligur dagur í kappingarhøpi. Ikki minst hjá dreingjum compound, har teir báðir Dávid Højgaard og Narvi Jensen, báðir úr Ørvi, máttu út í tveir shoot-off-dystir í sjálvari finaluni. Við tí seinasta pílinum rakti Dávid 10’aran og Narvi 9’aran, so tað fekk illa verið javnari, tá finalan skuldi hava ein vinnara.

Narvi var annars bestur í innleiðandi kappingini framman fyri Dávid og Jónas B. Poulsen úr Ørvi.

Dávid vann síðan hálvfinaluna ímóti Jónasi og at enda gullheiðursmerki í dramatisku finaluni ímóti Narva.

Hjá gentunum við barboga var Lilja Strøm Winther úr TSS rættiliga suveren. Hon vann greitt innleiðandi kappingina, síðan hálvfinaluna ímóti Nataliu Mary á Høgabóli úr Vágaskoti 6-0 og at enda eisini 6-0 í finaluni ímóti liðfelaganum Leu í Trøðini.

Í hálvfinaluni ímillum Leu og Evu Kjærbo, eisini úr TSS, var tó spenningur í – Lea vann 6-4.

Hjá dreingjum recurve var Brandur Tummasson Hansen, Tambar, einsamallur – ein støða, ið ikki er honum fremmand – so hann kundi frammanundan vera vísur í gullinum.

Ov smá andlit
Ein trupulleiki í kappingini í Vági, ið tó als ikki er at lasta vertunum fyri, var, at ongi 60 sentimetur-andlit vóru at seta upp til kappingarnar á 15 metrum. Øll skutu tískil eftir 40 sentimetur-andlitum, og tað er óheppið, serliga hjá feløgunum, har børnini bara eru von at brúka 60 sentimetur-andlit á 15 metrum. Eisini í seinastu innandura kappingini í Søldarfirði varð kært um, at bara 40 sentimetur-andlit vóru til taks á 15 metrum.

18 metrar
Annika Næs Johannesen, TSS, var einasta kvinna, ið skjeyt við barboga úr 18 metrum, og Helena við Misá úr Ørvi var einasta kvinna at skjóta við compoundboga. So hjá teimum var ongin ivi um heiðursmerkini.

Meira fjølmentir vóru barbogamenninir. Teir vóru fimm í tali og allir úr TSS.

Ísakur Henriksen Hammer var stinnastur, men fekk tó skarpan gang frá Frank Madsen. Ísakur vann innleiðandi tepurt framman fyri Frank. Eitt fitt glopp var millum Frank og Thomas Christensen á triðjaplássi og síðan aftur eitt minni glopp niður til Haakon P. Sandá Joensen á fjórðaplássi og Davið Hafsteinsson á fimtaplássi.

Teir báðir Ísakur og Frank endaðu eisini í finaluni, eftir at báðir vunnu sínar hálvfinalur. Tað bleiv eisini ein tøtt og spennandi finala, sum Ísakur vann 6-4.

Bronsufinaluna vann Thomas 6-2 á Haakon.

Tvær recurve-kvinnur norðanfjørðs høvdu leitað sær til Vágs, Tóra Dinna Reynskor úr Vágaskoti og Ása Helena B. Rasmussen, Tambar. Her vann Tóra Dinna innleiðandi kappingina sannførandi og síðan finaluna 7-1.

Tey trý feløgini norðanfjørðs vóru umboðað við hvør sínum mannligum recurveskjútta, Hans Petur Højgaard úr Ørvi, sum vann innleiðandi framman fyri Michael Feldballe, Tambar, og Bárði Magnusson, Vágaskot.

Hálvfinalan millum Michael og Bárð var spennandi, men tá avtornaði, lá Michael omaná og vann 6-4.

Í finaluni mátti hann tó lúta fyri Hans Peturi, sum vann 6-0.

Bogaskjótisambandið

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 01. mars 2024

62 Leygardagur 02. mars 2024

Talv: Óvæntað úrslit

Hvørki av oddaliðunum í landskappingini í talvi vunnu sunnudagin. Havnar Telvingarfelag styrkti um leiðsluna í oddastríðnum í næstsíðsta umfari. Afturímóti harðnaði stríðið millum aftaru liðini, sum royna at lívbjarga sær í deildini. Stóri sigursharrin í 1. deild var Klaksvíkar Talvfelag

 
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Nú skal vilja illa til hjá havnarmonnum, vinna teir ikki FM-heitið í talvi um tvær vikur.

At hvørki havnarmenn ella sandavágsmenn fóru at vinna sínar dystir sunnudagin, mundi fáur væntað.

Klaksvíkingar spiltu báðum spælið.

Annað lið hjá Klaksvíkar Talvfelag tók øll á bóli og vann á føroyameistaranum úr Sandavágs Talvfelag. FM-manningin úr Vágum var eitt sindur skerd. Silas Eyðsteinsson hevði forfall, og Jón í Horni Nielsen var sjúkur, men tað er tað, sum kann henda.

Torkil Nielsen og Ingi Wiberg máttu tí av B-liðnum upp á A-liðið, men báðir taptu. Broytingin bøtti rímiligt heldur ikki um fyritreytirnar hjá øðrum liði hjá vágamonnum, sum var fyri dyggum ósigri í Havn.

Søti sigurin hjá klaksvíkingum á Sandavági er hin fyrsti hjá felagnum í fleiri ár. Heðin Gregersen og Ingolf Gaard vunnu á aftaru borðunum. Wille Olsen tryggjaði klaksvíkingum sigurin við at telva remis móti Høgna Egilstoft Nielsen.

Javnt millum Havnina og Klaksvík

Havnarmenn kundu gjørt bart sunnudagin og vissað sær FM-heitið longu fyri seinasta umfar, men teir kendu heldur ikki sína vitjunartíð. Dysturin millum A-liðini hjá Havnini og Klaksvík á Finsen endaði javnur 2-2. Stórmeistarin Helgi Dam Ziska legði havnarmenn á odda við at vinna á 1. borði skjótt og væl.

Á aftaru borðunum eydnaðist báðum Ranunum at halda tørn, og Terji Petersen gjørdist dagsins hetja á øðrum borði móti Martin Poulsen. Martin hevði evarska lítlan fyrimun og kýtti seg at vinna, men misti tráðin í tíðneyðini og endaði við at tapa.

B-liðið hjá Havnini vann stórsigur á B-liðnum hjá vágamonnum. Havnin II hevði styrkt seg við NM-silvurvinnaranum Luitjen Akselsson Apol á 1. borði. Úrslitini í 1. deild bera í sær, at størri spenningur er í botnstríðnum enn í oddastríðnum fyri seinasta umfar.

Nú standa havnarmenn seg við eittans stigi í dystinum móti Sandavági í seinasta umfari. Vágamenn mugu vinna 3½-½, skulu teir endurvinna FM-heitið. Tað er ikki ómøguligt, men lítið trúligt.


1. deild - 9. umfar (25. februar)

Havnin I - Klaksvík I 2-2
Helgi Dam Ziska - Ólavur Simonsen 1-0
Martin Poulsen - Terji Petersen 0-1
Carl Eli Samuelsen - Rani Baldursson ½-½
Sjúrður Thorsteinsson - Rani Nolsøe ½-½

Klaksvík II - Sandavágur I 2½-1½
Haldur S. Johansen - Rógvi Egilstoft 0-1
Wille Olsen - Høgni Egilstoft Nielsen ½-½
Heðin Gregersen - Torkil Nielsen 1-0
Ingolf Gaard - Ingi Wiberg 1-0

Havnin II - Sandavágur II 3½-½
Luitjen Akselsson Apol - Jón Atlason 1-0
Herluf Hansen - Jónfinn Thomsen 1-0
Suni Merkistein - Johnny Petersen ½-½
Heiðrikur Jacobsen - Hjalti Petersen 1-0

Støðan í 1. deild (eftir 9 umfør):
Havnin I 29 stig
Sandavágur I 26½
Klaksvík I 17½
Klaksvík II 12½
Sandavágur II 11½
Havnin II 11

Landskappingin í talvi endar 9. mars. Í 1. deild verður telvað soleiðis:


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 26. februar 2024

63 Leygardagur 02. mars 2024

Liðið hjá Jóannes Mouritsen lagt seg á odda í FM kappingini

Bridge: Seinastu umførini í endaspælinum í FM kappingini fyri lið verða leikt í Bridgehúsinum í Gundadali leygardagin 20. apríl

 
SkrivaÐ:

Innsent

Leygardagin 24. februar vóru tveir dystir í A-bólkinum og tríggir dystir í B-bólkinum í føroyameistarakappingini fyri lið leiktir í Bridgehúsinum í Gundadali.

Úrslitini frá dystunum í A-bólkinum, sum leiktir vórðu hetta vikuskiftið, vóru hesi:

A-bólkur umfar 3:
Jóannes Mouritsen – Byggitilfar, 14,09 – 5,91
Rinkuhúsini – Dia og kúllarnir, 10,00 – 10,00

A-bólkur umfar 4:
Byggitilfar – Dia og kúllarnir, 6,06 – 13,94
Rinkuhúsini - Jóannes Mouritsen, 0,50 – 19,50

Støðan eftir at fýra av teimum seks umførunum í A-bólkinum eru leikt, er hendan:
Jóannes Mouritsen, 76,46 stig
Byggitilfar, 51,32 stig
Dia og Kúllarnir, 39,63 stig
Rinkuhúsini, 22,59 stig

Úrslitini frá dystunum í B-bólkinum, sum leiktir vórðu hetta vikuskiftið, vóru hesi:

B-bólkur umfar 4:
Rútar 7 – Jassarnir, 12,55 – 7,45
Blandað Bomm – Snekkjurnar, 14,39 – 5,61
Hallur Ellingsgaard – Henriette Svenstrup, 12,29 – 7,71

B-bólkur umfar 5:
Henriette Svenstrup – Rútar 7, 0,00 – 20,00
Snekkjurnar – Hallur Ellingsgaard, 17,59 – 2,41
Jassarnir – Blandað Bomm, 7,97 – 12,03

B-bólkur umfar 6:
Rútar 7 – Blandað Bomm, 12,55 – 7,45
Jassarnir – Hallur Ellingsgaard, 4,08 – 15,92
Snekkjurnar – Henriette Svenstrup, 18,55 – 1,45

Støðan eftir at seks av teimum 10 umførunum í B-bólkinum eru leikt er hendan:
Rútar 7, 99,82 stig
Hallur Ellingsgaard, 77,57 stig
Henriette Svenstrup, 67,65 stig
Blandað Bomm, 65,24 stig
Snekkjurnar, 64,74 stig
Jassarnir, 59,97 stig

Í endaspælinum hittast liðini í A-bólkinum tvær ferðir í innanhýsis dystum á 32 spøl, meðan endaspælið í B-bólkinum verður avgreitt á tann hátt, at liðini hittast tvær ferðir í innanhýsis dystum á 16 spøl.

Vinnarin av A-bólkinum verður føroyameistari, meðan vinnarin av B-bólkinum gerst bólkavinnari.

Seinastu umførini í endaspælinum í FM kappingini fyri lið verða leikt í Bridgehúsinum í Gundadali leygardagin 20. apríl.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 25. februar 2024

64 Leygardagur 02. mars 2024

100 ár liðin síðan sorgarleikin við General Gordon

25. februar vóru 100 ár liðin, síðan sluppin General Gordon av Tvøroyri legði út frá Hvalba og ongantíð spurdist aftur

 
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Sluppin General Gordon av Tvøroyri legði út frá Hvalba 25. februar 1924 og spurdist ongantíð aftur.

Við fóru 19 mans, av hesum vóru teir 11 úr Hvalba.  

Minningargudstænasta var hildin í Hvalbiar kirkju, og nøvnini á teimum, sum sjólótust við General Gordon vórðu lisin upp. Eftir minningarguðstænastuna verða kransar lagdir við minnisvarðan í Hvalba og á Torvheyggi á Tvøroyri.

"Tá síðsti stormur er riðin av, 
á ljósu strondum eg lendi, 
tá skal eg skoða, hvat Harrin gav 
til tey, sum aftur ei vendu; 
ei nakar hugi tað skilja kundi, 
ei nakað eyga tað síggja mundi, 
hvat har hann hevur teimum goymt"

Grein sum Óli Jacobsen skrivaði um General Gordon kann lesast her.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 25. februar 2024