Lat aftur Yvirlit list articles in edition

Leygardagur 16. mars 2024 | Nr. 11 | Árgangur 5 | Kr. 0,00

Byrjanin til ein nýggjan kapittul í samstarvinum

SíÐa 3

1 Leygardagur 16. mars 2024

Góðan lesihug og gott Vikuskifti

Nýggj útgáva hvønn leygarmorgun kl. 7

Oddagrein

Viðurkenning heldur enn olmussu

Føroyar høvdu hábærsliga vitjan hesa vikuna. Hóast frau Ursula von der Leyen á føroyskum hevur tann heldur lítillátna tittulin sum forkvinnuna fyri ES-nevndini – kommissiónini – so skal hon á ongan hátt undirmetast.

Á enskum og eisini týskum, er tittul hennara presidentur, forseti. Tí kunnu vit staðfesta, at Føroyar ongantíð fyrr hava havt vitjan av einum persóni við so stórarum politiskum valdi og so stórari ávirkan, sum henda frau Ursula.

Og tí skal boðskapurin, sum hon hevði at bera okkum føroyingum í vikuni eisini takast í størsta álvara, hóast onkur hevur havt hug til at sammeta hana við eina tóma tunnu, sum einans er úti eftir at fáa sína embætistíð sum ES-nevndarforkvinna longda.

Tí vit kunnu eisini staðfesta, at við semjuskjalinum, sum tey bæði Aksel løgmaður skrivaðu undir hósdagin, hevur tónin úr ES-høvuðsborgini í Brússell fingið eitt heilt annað ljóð.

Serliga um vit hugsa aftur á ta ikki sørt óbehagiligu tíðina tá nevndarformaðurin var portugisi og æt Barosso, og setti í verk stongsul fyri føroyskum skipum til ES-havnir orsaka av ósemju um hvussu makrelkvoturnar skuldu býtast, og harvið setti kílar í intern viðurskifti, sum síðan hava havt ávirkan á ett nú samstarvið í ríkisfelagsskapinum.

Tað hevur leingi ligið eitt, eftir alra føroyinga áskoðan, eyðsýnt órættvísi í, at triðjalond hava og hava havt nógv betri atgongd til ES-marknaðin, enn Føroyar hava. Og at ikki-limalond sum Ísland, Noreg, Sveis og Liktinstein kunnu heysta somu ágóðar, sum limalond hava í ES.

Men ikki vit hálvthundraðtúsund sálir í miðjum Atlantshavi, tí at vit hava verið ov smá og óáhugaverd fyri ES-apparatið. Og Efta-londini vildu ikki loyva okkum upp í teirra selskap. Hví skuldu hesi lond revsa okkum fyri ikki at vilja fullan ES-limaskap, eins og tey sjálvi? Tað gevur als onga meining.

Ikki fyrr enn nú, ið ES er farið at vísa áhuga fyri føroyska hugburðinum mótvegis Russlandi, samstundis sum geopolitiska støðan í Norðuratlantshavi tykist verða ótryggari, byrjar apparatið í Brússel at nærkast okkum og lurta eftir, hvat vit hava at siga.

Tað, at sjálvur ES-ovastin nú er komin higar, sum tann fyrsti nakrantíð, fyri at lurta, er tí av allar størsta týdningi.

Latið vera við at sammeta okkum við Grønland í sambandi við hesa útnorður-rundferðina hjá Ursulu og Mette. Hóast vit eru korridorurin til Arktis, sum nevndarforkvinnan eisini málbar seg, so verða vit ongantíð ein líka so stórur geopolitiskur leikari, sum risastóra Grønland er.

Og okkara áhugi liggur heldur ikki í at telja hvussu nógvar milliónir av evrum, Ursula hevur við í skjáttuni. Vit hava seinastu hálvthundrað árini kempað fyri at sleppa undan at vera eitt land, ið byggir á olmussustuðul frá øðrum. Tað, sum vit ynskja er at verða fatað sum seriøsur samstarvspartnari og ikki viðfarin øðrvísi enn líknandi ikki-limalond, sum eittnú Noreg og Ísland við teimum treytum og ágóðum, sum tað hevur við sær.


SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

  • Blaðið

    Stovnað 2020

    Útgevari: Knassar

    Upplag: 1851

    Lisnar síður: 8455

    Dagført 10. hvørt sekund
  • Samband

    tel. 20 80 80

    [email protected]



    Ingi Samuelsen

    Redaktørur

    [email protected]

    tel. 22 22 73


  • Borgar Kristiansen

    Lýsingarráðgevi

    [email protected]

    tel. 23 66 01

2 Leygardagur 16. mars 2024

BankNordik verður nú Føroya Banki

Føroya Banki varð settur á stovn í 1906, og í 2010 skifti bankin navn til BankNordik í sambandi við víðkaða virksemið uttanlands

 
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

BankNordik skiftir navn og fer nú aftur at eita Føroya Banki. Nevnd og leiðsla eru samdar um, at tíðin er búgvin til at fara aftur til góða, upprunaliga navnið, og sostatt fer samtakið nú undir eina tilgongd at broyta navnið. 

- Tað er eingin ivi um, at Føroya Banki er tað besta navnið, ein banki í Føroyum kann hava. Nærum helmingurin av øllum føroyingum eru kundar hjá okkum, vit hava yvir 200 starvsfólk í Føroyum, 10. hvør føroyingur eigur í Føroya Banka og harafturat eigur landið ein góðan triðing av samtakinum – so hóast vit í 14 ár hava itið BankNordik, so hava vit her í Føroyum verið Føroya Banki kortini. Enn tann dag í dag hoyri eg fleiri kalla bankan Føroya Banka, so navnið livir enn millum mong, og tað eru fleiri – bæði starvsfólk, kundar og føroyingar sum heild – ið hava eitt sterkt tilknýti til navnið. So tað kennist púra natúrligt at taka góða, gamla navnið aftur nú”, sigur Turið F. Arge, forstjóri.

Føroya Banki varð settur á stovn í 1906, og í 2010 skifti bankin navn til BankNordik í sambandi við víðkaða virksemið uttanlands. Í 2010 hevði bankin keypt fleiri deildir í Danmark og í Grønlandi, og tá metti bankin ikki, at Føroya Banki var eitt hóskandi navn til víðkaða virksemið uttan fyri Føroyar. Í 2021 seldi bankin deildirnar í Danmark, men valdi at halda fram við virkseminum í Føroyum og í Grønlandi. Deildin í Grønlandi fer enn at eita BankNordik, men eftir ætlan fær deildin eitt nýtt og meira hóskandi navn seinni í ár.

[object Object]

Broytingin hendir so líðandi
Hóast samtakið í dag boðar frá broytingini, so fer navnabroytingin at henda so líðandi. Til dømis fer BankNordik at standa á gjaldskortum, inntil einstaka kortið gongur út, og kundin fær eitt nýtt gjaldskort. Harafturat fer BankNordik eisini at standa á skjølum, avtalum, skeltum o.ø., sum leypandi verða broytt.

- Hetta er ikki ein broyting frá degi til dags. Tað er umráðandi at leggja dent á, at vit ikki renna burtur frá BankNordik – vit eru enn sami banki, okkara virði eru enn tey somu, vit bjóða enn somu ráðgeving, vit fara framhaldandi at bjóða kappingarførar prísir og okkara kundar eru enn í fokus á sama hátt sum áður.

- Harafturat hevur burðardygd verið eitt av okkara hjartamálum í nøkur ár nú, so tí fara vit til dømis framhaldandi at bjóða lýsingarlutir, sum hava BankNordik-búmerkið á – hesar fara vit sjálvsagt ikki at burturbeina, bara tí at vit skifta navn. Vit fara heldur ikki at skifta øll gjaldskort út, bara tí tað stendur BankNordik á – tað vildi verið óneyðugt og ikki samsvarað við okkara mál um at vera eitt burðardygt samtak, sigur Turið F. Arge, forstjóri.

Formligu broytingarnar
Formliga skiftir samtakið og sjálvur bankin navn, meðan dóttirfeløgini Trygd, Skyn og NordikLív halda fram við somu nøvnum. Hóast deildin í Grønlandi skiftir navn seinni í ár, verður hon tó partur av Føroya Banka-samtakinum.

Søgan í stuttum

Søgan hjá Føroya Banka er yvir 100 ára gomul. Niðanfyri hava vit savnað nøkur av teimum týdningarmiklastu hendingunum í søgu bankans.

1906 Føroya Banki verður stovnaður.

1932 Sjóvinnubankin verður stovnaður. Tryggingarfelagið Trygd verður stovnað.

1992 Tann 6. oktober verður kunngjørt, at landsstýrið í samstarvi við donsku stjórnina hevur bjargað Sjóvinnubankanum undan húsagangi við nýggjum kapitali.

1993 Landsstýrið keypir meirilutan av partabrøvunum í Føroya Banka frá Den Danske Bank. Landsstýrið eigur nú meirilutan í bæði Føroya Banka og Sjóvinnubankanum gjøgnum Fíggingargrunnin frá 1992.

1994 Sjóvinnubankin og Føroya Banki verða samanlagdir.

1997 Tryggingarfelagið Trygd verður endurreist.

2007 Føroya Banki verður tvískrásettur á virðisbrævamarknaðinum í Íslandi og í Danmark.

2010 Føroya Banki keypir deildarnetið hjá Sparbank í Grønlandi og níggju deildir hjá Sparbank í Jyllandi og á Fyn. 1. september broytir Føroya Banki navn til BankNordik.

2011 BankNordik yvirtekur sunnu partarnar av Amagerbanken í Danmark.

2021 BankNordik selur danska virksemið til Spar Nord. BankNordik hugsavnar seg nú um at veita kappingarførar tænastur til privat húski og vinnulív í Føroyum og Grønlandi.

2024 BankNordik skiftir navn til Føroya Banka.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 15. mars 2024

3 Leygardagur 16. mars 2024

Byrjanin til ein nýggjan kapittul í samstarvinum

Sambært bæði løgmanni og ES-nevndarforkvinnuni var tað eitt sera týdningarmikið skjal, sum tey skrivaðu undir í Tinganesi í vikuni

(Mynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

Á middegi hósdagin var nýggj samstarvsavtala gjørd millum Føroya Landsstýri og Evropeiska Samveldið. Avtalan varð undirskrivað av Ursula von der Leyen, ES-nevndarforkvinnu og Aksel V. Johannesen løgmanni.

Sambært tí, sum bæði løgmaður og Ursula von der Leyen bóru fram á stutta tíðindafundinum eftir undirskrivingina í Tinganesi, so er talan um byrjanina av einum nýggjum kapitli í samstarvinum millum Føroyar og ES.

Ursula von der Leyen, sum er ovasti politiski leiðarin í ES-samstarvinum, fegnaðist um avtaluna, og kallaði hana neyðuga, serliga við atliti til at Evropa er vorðið meira ótrygt eftir russisku innrásina í Ukraina

[object Object]

Fólkaræði standa saman

- Fólkaræði eiga at halda saman. Londini í Evropa er ein familja, og Føroyar er partur av hesi familjuni, segði Ursula von der Leyen millum annað.

Hon vísti á, at tað í avtaluni ikki liggur beinleiðis ein víðkan av fríhandilsavtaluni millum Føroyar og ES, men at hon avgjørt letur upp fyri møguleikanum at geva føroysu vinnuni møguleika at flyta virkaðar vørur út til ES eisini.

- Hetta er eitt arbeiði, sum nú fer í gongd, segði ES-nevndarforkvinnan.

Sambært henni gevur tað meining fyri ES at Føroyar eisini fáa møguleika til at flyta virkaðar fiskivørur til ES eisini. Men hon legði eisini dent á, at við eini víðkaðari fiskivinnuavtalu við Føroyar eisini liggur ein væntan um, at avtalan eisini fer at umfata eina umsitingarætlan til tess at tryggja, at fiskiveiðan er burðardygg.  

Sverri Egholm tók myndirnar

[object Object]

[object Object]

[object Object]


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 14. mars 2024

4 Leygardagur 16. mars 2024

Semjuskjalið undirskrivað

Aksel V. Johannesen og Ursula von der Leyen skrivaðu undir semjuskjal millum ES og Føroyar

(Mynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

ES-nevndarforkvinnan, Ursula von der Leyen og løgmaður, Aksel V. Johannesen, skrivaðu um middagsleitið hósdagin undir semjuskjal, sum skal styrkja um samstarvið millum Føroyar og ES.

Í semjuskjalið verður lagdur á týdningin av verandi samstarvsøkjum á handils-, fiskivinnu- og granskingarøkinum, men karmurin letur eisini upp fyri at víðka samstarvið við ES á nýggjum økjum. Eitt nú í mun til grøna orkuskiftið, veðurlagsátøk og talgilding.

Semjuskjalið sæst her

Sverri Egholm tók myndirnar

[object Object]

[object Object]

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 14. mars 2024

5

Størv

Vertir og vertinnur til RIST, nýggju matstovuna í Saltangará

Meira Umsóknarfreist: 01. juni 2024

Vísindastarv í tólnet (IoT) til Náttúruvísindadeildina

Meira Umsóknarfreist: 29. apríl 2024

Starvsfólk til Sjúkraflutningstænastuna á Suðuroyar Sjúkrahúsi

Meira Umsóknarfreist: 03. mai 2024

Summarferiuavloysari til kundatænastuna

Meira Umsóknarfreist: 05. mai 2024

Hevur tú royndir við C#, .Net og/ella Angular? - Vit leita eftir forritara!

Meira Umsóknarfreist: 30. apríl 2024

Verkfrøðingur til Sev

Meira Umsóknarfreist: 29. apríl 2024

Ráðgevi til Granskingar- og framtakseindina á Setrinum

Meira Umsóknarfreist: 03. mai 2024

Í læru sum event-tøkningur

Meira Umsóknarfreist:

Landmátari/verkfrøðingur

Meira Umsóknarfreist: 29. apríl 2024

Lærarar til Miðnám í Suðuroy

Meira Umsóknarfreist:

Sjúkrarøktarfrøðingar og heilsurøktari til seingjadeildina

Meira Umsóknarfreist: 06. mai 2024

Maskinmeistari til teknisku deild á virkinum á Glyvrum

Meira Umsóknarfreist: 15. mai 2024
6 Leygardagur 16. mars 2024

Bert tríggir spurningar til frau Ursula

Valdsmikla forkvinnan í ES-nevndini vitjar í Føroyum í vikuni. Bert Kringvarpið, Miðlahúsið og danska TV2 sluppu at seta henni spurningar

Mette Frederiksen og Ursula von der Leyen. Myndin er frá eini vitjan í Aalborg í heyst (Mynd: EPA)
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

Ovasti politiski leiðarin í ES-samstarvinum, Ursula von der Leyen, vitjaði í Føroyum í dag.

Mikudagin varð tíðindafundur í Tinganesi, har týska ES-forkvinnan skuldi greiða frá samstarvsavtaluni millum ES-samveldið og Føroyar, sum hon og Aksel V. Johannesen, løgmaður høvdu skrivað undir undan tíðindafundinum.

Men tað varð ikki høvi til djúpt kjak um málið, tí undan tíðindafundinum var boðað frá, at tað einans er pláss fyri 2-3 spurningum til ES-nevndarforkvinnuna.

Og dagin fyri fingu miðlarnir so boð um, at teir miðlarnir, sum sleppa at seta spurningar á tíðindafundinum, vóru Kringvarpið, Miðlahúsið og danska sjónvarpsstøðin TV2.

Spurd um hví ein donsk sjónvarpsstøð verður tikin fram um føroyskar miðlar á eini vitjan í Føroyum svaraði umboð fyri løgmansskrivstovuna, at tað var eitt ynski frá ES at ein danskur miðil slapp at seta tann eina spurningin.

Danska forsætisráðkvinnan, Mette Frederiksen, kom eisini til Føroya henda dagin, men tó eftir at fundurin á Tinganesi hevði verið.

Í tíðindaskrivi frá statsministaraskrivstovuni verður sagt endamálið við ferðini er at styrkja viðurskiftini millum ES og Føroyar og Grønland. Tær vóru nevniliga víðari til Grønlands eftir støðgin í Føroyum.

- Stjórnin arbeiðir aktivt við at knýta Føroyar og Grønland tættari ES. Nú verður næsta stig tikið. Tað fegnist eg um. Sum geopolitiska støðan sær út er tað av týdningi, at vit, ið hava felags virðir, samstarva tætt og standa saman, sigur Mette Frederiksen í tíðindaskrivinum, sum varð sent út í gjár.

Ursula von der Leyen kom  til Føroya mikukvøldið við rutuflogfarinum hjá Atlantsflogi. Aksel V. Johannesen tók ímóti á flogvøllinum.

Í Føroyum vitjaði hon Sev í Húsahaga, Bakkafrost á Glyvrum, Ocean Rainforest í Kaldbak og í Gásadali og í Bø.

Hóskvøldið vóru Ursula von der Leyen og Mette Frederiksen við fylgi víðari við leiguflogfari hjá Atlantsflogi til Kangerlussuaq. Ein av uppgávuni hjá ES-nevndarforkvinnuni í Grønlandi var at lata upp eina ES-umboðsstovu upp í Nuuk.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 14. mars 2024

7 Leygardagur 16. mars 2024

Ein spurningur heilt uttan fyri dagsordan

Danska TV2 ynskti at fáa at vita hvørjar møguleikar danska forsætisráðkvinnan hevur at fáa toppjobb í Brússell

(Mynd: EPA)
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

Tað sigur helst eitt sindur um, hvussu óendaliga lítið danski almenningurin leggur í føroysk politisk viðurskifti, at danska TV2 sendir eitt filmslið til Føroya at fylgja ES-nevndarforkvinnuni á vitjanini her. Og tá miðilin so fær høvi til at seta henni ein spurning, so snýr hann seg um møguleikan hjá sitandi danska statsministaranum at fáa eitt toppjobb í ES.

Serliga hugstoytt var tað fyri teir føroysku miðlarnar, sum ikki fingu høvi at seta von der Leyen ein spurning, at skula leggja oyru til slíkan óvikomandi spurning.

Ikki tí – TV2 og danskir miðlar yvirhøvur kunnu spyrja hvat teimum lystir. Og tað ganga søgur í Danmark um, at Mette Frederiksen kanska er "upp á spæl" til eitt týðandi embæti í ES-umsitingini.

[object Object](Mynd: Sverri Egholm)

Kendi spurningarnar frammanundan

Men eitt sindur uttan fyri situatiónsfornemmilsi var tað kortini, at seta ein slíkan spurning, tá TV2 má vera vitandi um, at tey vóru útvald at vera millum teir tríggjar miðlarnar, sum sluppu at seta spurningar á hesum tíðindafundinum.

Og eisini fjákut av ES at loyva TV2 at seta hendan spurningin í Føroyum. Tí veruleikin er tann, at teir tríggir útvaldu miðlarnir, Kringvarpið, Miðlahúsið og TV2, skuldu senda spurningarnar inn skrivliga í góðari tíð undan tíðindafundinum.

Stóð tað til okkum, so átti TV2 at vera biðið um at seta ein spurning, ið var viðkomandi fyri evnið, ið tíðindafundurin snúði seg um.

Men Ursula von der Leyen loftaði vandaliga spurninginum. Fekk høvi at rósa Mette Frederiksen fyri síni politisku avrik og dugnaskap, men um hennara møguleikar at fáa eitt týðandi starv í Brússell, vildi hon ikki svara uppá.

Samstarva um annað enn fiskivinnu

Hegnisliga fleyg hon eisini yvir um hinar, teir meira relevantu spurningarnar frá føroyskum fjølmiðlum.

John Johannesen frá Kringvarpinum nýtti høvið til at greiða ES-nevndarforkvinnuni frá, at tað var ES-boykottið, sum noyddi føroysku uppsjóvarvinnuna til at finna sær nýggjar marknaðir, og harvið blakaðu seg í armarnar á Vladimir Putin.

Við hesum fyri eyga vildi hann hava at vita, hví ES nú var so sinnað at nærkast Føroyum og endurnýggja samstarvið. Var tað fyri at gerast partur av Arktis? vildi hann hava at vita

Tað var her, at von der Leyen nýtti høvi til at siga, at fólkaræðir skulu standa saman, og at familjulimir hjálpa hvørjum øðrum. Og tað er í hesum ljósi, at tað núverandi góða samstarvið eigur at endurnýggjast og breiðkast.

Men samstarvið snýr seg ikki einans um fiskivinnu og marknaðaratgongd. Tað er á so nógvum økjum, at partarnir kunnu hava gagn av víðkaðum samstarvi, ikki minst innan allar tær skráir, ið snúgva seg um samstarv millum fólk – people-to-people.

- Vit hava felags virðir og tey eiga at gagnnýtast, helt Ursula von der Leyen.

Boykottið og spurningin um Arktis nart hon ikki við.

Eirikur Lindenskov, blaðstjóri á Sosialinum vildi hava at vita hvørjir møguleikarnir vóru fyri betri atgongd á ES-marknaðin fyri viðgjørdar fiskavørur.

Hetta evni hevði Ursula von der Leyen longu viðgjørt í síni upprunaligu fráboðan á tíðindafundinu, og tað var her hon undirstrikaði at ES á politiskum støði er sinnað at víðkan um møguleikan at geva føroyngum betri marknaðaratgongd, men at hetta skal teingjast saman við einum kravi ella ynski um burðardygga umsitingarætlan.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 14. mars 2024

8 Leygardagur 16. mars 2024

Ursula í Húsahaga

Fyrrapartin hósdagin vitjaði ES-nevndarforkvinnanvSev í Húsahaga

Ursula von der Leyen (Mynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

ES-nevndarforkvinnan, Ursula von der Leyen, er á vitjan í Føroyum hósdagin, og fyrrapartin var hon og vitjaði vindmyllurnar hjá SEV í Húsahaga.

Hetta var beint undan, at samstarvsavtalan millum ES og Føroyar varð undirskrivað í Tinganesi.

Sverri Egholm tók myndirnar. Fleiri myndir her

[object Object]

[object Object]

[object Object]Frá vinstru Kári Johansen, nevndarformaður, Ursula von der Leyen, Aksel V. Johannesen, Hákun Djurhuus, Sev-stjóri, og Høgni Hoydal, landsstýrismaður við uttanríkis- og vinnumálum

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 14. mars 2024

9 Leygardagur 16. mars 2024

Palestinsk fløgg og mótmælisskelti heilsaðu v.d. Leyen

Felagsskapurin Samhugi við Palestina skipaði fyri mótmælistiltaki í sambandi við ES-vitjanina í Tinganesi hósdagin

(Mynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

ES-nevndarforkvinnan Ursula von der Leyen fekk at vita, at tað eru føroyingar, sum als ikki góðtaka, at ES er við til at stuðla ísraelska hernaðarátakinum móti palestinska fólkinum í Gazageiranum.

Føroyingar vóru savnaðir á Reyni hósdagin í sambandi við, at fundur var millum ES-nevndarforkvinnuna og løtmann.

- Vit halda, at tað er umráðandi at vísa, at eisini í Føroyum mótmæla vit fólkamorðinum í Gasa, har yvir 31.000 sivilfólk higartil eru skrásett dripin, skrivar felagsskapurin Samhugi við Palestina á lesarin.fo í gjár, har tað m.a. eisini verður sagt:

“Vit krevja, at ES limalondini seta revsitiltøk í verk og leggja trýst á Ísrael uppá allar mátar fyri at steðga blóðbaðnum í Gasageiranum, og fyri at Ísrael skal loyva neyðhjálp inn í Gasageiran”.

Hósmorgunin savnaðust nøkur ungfólk frá felagsskapinum við Kongabrúnna við palestinskum fløggum og skeltum við greiðum boðum til Ursula von der Leyen.

Eftir eina løtu vórðu skeltini og fløggini tikin niðuraftur og flutt niðan á Reyn, tá tey frættu, at leiðin hjá ES-nevndarforkvinnuni ikki fór at ganga umvegis Kongabrúnna. 

Sverri Egholm tók myndirnar

[object Object]

[object Object]

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 14. mars 2024

10 Leygardagur 16. mars 2024

FarCargo sleppur at lenda

Fyribils loyvini eru fingin uppá pláss, so farmaflogfarið sleppur at lenda

(Mynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Eftir at nýggja flogfarið hjá FarCargo var farið úr Vágum við fyrstu lastini frá Bakkafrost til New York, kom fram, at flogfarið ikki hevði fingið neyðugu loyvini frá danska ferðslustýrinum at lenda í vágum.

Hetta tí at veingjabreiðið er ov stórt.

Men nú eru neyðugu eykaloyvini fingin upp á pláss, og hósdagin kundi flogfarið aftur seta seg á flogvøllinum í Vágum.

Regin I. Jakobsen, stjóri í Vága Floghavn, upplýsir fyri útvarpinum í vikuni, at eitt fyribils loyvi er komið uppá pláss, men bíðað verður enn eftir einum endaligum loyvi.

Ferðslustýrið hevur biðið Vága Floghavn um eina frágreiðing, hví flogfariå hjá FarCargo slapp at lenda mánadagin í síðstu viku. Flogvøllurin hevur nevniliga ikki verið góðkendur til at taka ímóti Boeing 757-200 flogfarinum hjá FarCargo, tí veingjavíddin er so breið.

Sambært ferðaætlanini skuldi Eysturoy, sum flogfarið eitur, fara aftur til Newark Liberty flogvøllin nærhendis New York umvegis Keflavík í gjárkvøldið.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 13. mars 2024

11 Leygardagur 16. mars 2024

Funnu fløskupost úr Føroyum á oydnari norskari strond

Tvær gentur tveittu fløskupostin av Rituni fyri yvir 20 árum síðani

(Mynd av Facebook)
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

Ein fløskupostur, sum tvær føroyskar smágentur fyri umleið 20 árum síðani tveittu á sjógv á veg til ella úr Svínoy, varð um vikuskiftið funnin á eini oydnari strond norðarlaga í Noregi.

Tá Monica-Kristine Pedersen og Arnt Vornes vóru ein túr úti á endanum á einum av nesunum, sum stingur út norð í hav á Langøya beint norðan fyri Lofoten, komu tey á eina plastfløsku við skrúvuproppi, har ein pappírslepi lá í.

Tey løgdu finningin út á Facebook fyri at frætta nærri hvat hetta brævið mundi snúgva seg um. Tey høvdu eina hóming av, at tað var skrivað á íslendskum ella føroyskum.

Við hjálp frá vinum og fleiri deilingum á Facebook eru tey nú komin fram á avsendararnar, systkinabørnini Irenu og Mariu, sum helst hava tveitt fløskuna á sjógv á ferð við Rituni um Svínoyarfjørð tá tær vóru smágentur.

Sambært tí, sum stendur skrivað á lepanum, var ongin onnur meining við brævinum enn at ynskja eini vinkonu í Árnafirði til lukku við føðingardegnum.

Men heilsan fann ikki vegin til Árnafjarðar, men fløskuposturin endaði norðalaga í Noregi, har hann varð funnin meira enn 20 ár seinni.

Í samskiftinum á Facebook framgongur eisini, at tær báðar, Irena Áarberg og Maria Sørensen, ikki rættiliga minnast í hvørjum sambandi fløskuposturin varð sleptur, tí tær ofta funnu upp á slíkt. Helst hevur hetta verið í 2001 ella 2002. 

[object Object]

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 13. mars 2024

12 Leygardagur 16. mars 2024

Norðoya Sparikassi 39 milliónir í avlopi í 2023

Avlopið upp á 38,7 milliónir er samanborið við árið frammanundan sum var 11,7 milliónir

 
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Úrslitið eftir skatt í 2023 var eitt avlop upp á 38,7 milliónir krónur samanborið við 11,7 milliónir árið frammanundan. Framgongdin stavar í høvuðsheitum frá øktum rentuinntøkum grundað á hægri rentustøði og vaksandi virksemi.

Sparikassin er nøgdur við gongdina í 2023. 

Vøkstur í virksemi
Útlánini øktust úr 2.043 milliónum upp í 2.182 milliónir krónur, sum svarar til ein vøkstur upp á 139 milliónir ella 6,8 prosent.

Innlánini øktust úr 2.460 milliónum upp í 2.607 milliónir krónur, sum svarar til ein vøkstur upp á 147 milliónir ella 6,0 prosent.

Ábyrgdarpeningurin øktist úr 34,3 milliónum upp í 36,6 milliónir krónur, ið svarar til eina øking upp á 2,3 milliónir ella 7,0 prosent. Mælt verður til at renta ábyrgdarpeningin við 5 prosentum í 2023, og miðað verður eftir at renta ábyrgdarpeningin við 6 prosentum í 2024.

Grundrakstur munandi styrktur
Grundraksturin varð munandi styrktur í 2023. Grundraksturin var 52,1 milliónir krónur samanborið við 23 milliónir árið fyri. Hetta svarar til eina hækking upp á 29,1 milliónir ella 127 prosent.

Sparikassin hevur gott gjaldføri og góðan solvens. Lyklatalið fyri gjaldførið var 416 prosent í mun til lógarkravda gjaldførið á 100 prosent. Solvensurin var 29,7 prosent sammett við 27,1 prosent árið fyri.

Árligi umboðsráðsfundur sparikassans verður 21. mars 2024.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 15. mars 2024

13 Leygardagur 16. mars 2024

Óluva í Gong er ársins Brita

Hon stóð fast og helt út. Hon stríddi eitt stríð fyri at vinna øðrum rættindir, sigur dómsnevndin

Óluva í Gong (Savnsmynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Óluva í Gong var farna fríggjakvøld kosin til ársins britu 2024.

Tað var hon á tiltakinum, Millum makligheit makt og mammon, sum var á altjóða kvinnudegnum 8. mars í Mentanarhúsinum í Fuglafirði.

Grundgevingin hjá dómsnevndini at kjósa Óluvu í Gong var millum annað, at hennara brennandi ynski um rætta lønarlagið hjá føroyskum sjúkrarøktarfrøðingum í mun til aðrar fakbólkar við sama útbúgvingarstøði, fær hana at kjema ótroyttiliga. Hon er stinn, áhaldin og arbeiðssom.

Og í 12 ár hevur hon staðið á odda í stríðunum fyri at betra um lønarlagið hjá hesum týðandi fakbólki. Hon hevur eina sterka rættvísiskenslu, sum er hennara drívmegi – og hon ynskir so inniliga at vera við til at broyta tann samfelagstrupulleikan, vit tíverri enn síggja á summum økjum.

- Ársins Brita stóð fast. Ársins Brita helt út. Ársins Brita stríddi eitt stríð fyri at vinna øðrum rættindir, verður sagt.

Í dómsnevndini sótu Tóra Effersøe Mortensen frá Kvinnu, Brandur Mortensen Nolsøe frá Javnstøðunevndini og Rønn Eliasen frá Fuglafjarðar kommunu.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 09. mars 2024

14 Leygardagur 16. mars 2024

Faer Isles Distillery vekir ans úti í heimi

Farið varð undir framleiðslu av whisky fyri einum ári síðan, so tað eru enn tvey til trý ár, áðrenn fyrsta whisky kemur á marknaðin

(Mynd: Faer Isles Distillery)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Whisky distillaríið Faer Isles distillery heldur á fram at vekja ans úti í heimi.

Í fjør vóru stórar greinar um Faer Isles Distillery í altjóða tíðarritum so sum Tasting Table og Food & Wine Magazine, sum m.a. vístu á, hvussu føroyska veðurlagið er optimalt til at búna whisky, og hvussu serligi búningarhátturin í føroyskum opnahjallum er serstakur og ikki sæddur áður.

Eisini er distillaríið við í sjónvarpsrøð um distillaríir við Norðuratlantshav, sum m.a. verður sýnd á 130 sjónvarpsrásum í 70 londum í Evropa, Asia, Avstralia og Miðeystri, herundir risastóru amerikansku støðini PBS.

Nú hevur so Whisky Magazine eisini stóra grein um distillaríið. Whisky Magazine er mest lisni miðilin í whisky-heiminum við stórum altjóða lesaraskara og er høgt virdur fyri sína redaktionellu góðsku og innliti í vinnuna.

Eftir stórar seinkingar orsakað av koronu, fór Faer Isles Distillery undir whisky framleiðslu fyri einum ári síðani. Av tí at whisky skal búnast í minsta lagi í trý ár, eru tískil enn tvey-trý ár, áðrenn fyrsta whisky kemur á marknaðin. Tey eru tó somikið nøgd við góðskuna, at tey í næstum koyra sítt new make whisky – nýframleiddu rávøruna, ið verður løgd at búna á tunnu – á marknaðin í smáum 20cl fløskum, so forvitin kunnu fáa ein forsmakk. Tað er tó umráðandi at undirstrika, at hetta er sterkur, óbúgvin løgur, ið als ikki kann sammetast við búnað whisky.

Sum tað verður nevnt í greinini hjá Whisky Magazine, selur felagið í løtuni eisini áfyltar whiskytunnur fyri at fáa fígging til raksturin, meðan bíðað verður eftir, at fyrstu fløskurnar við whisky verða klárar.

[object Object](Mynd: Faer Isles Distillery)

[object Object]
(Mynd: Faer Isles Distillery)

[object Object]
(Mynd: Faer Isles Distillery)


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 14. mars 2024

15 Leygardagur 16. mars 2024

Fongslaður fyri at gera seg inn á kvinnu

Hendingin fór fram á einum vesi á einum skeinkistaði í Havn sunnumorgunin

(Mynd: Føroya rættur)
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

Ein maður í 20-árunum var mánadagin framstillaður í grundlógarhoyri í Føroya Rætti og fongslaður í fýra vikur í einum máli um kynsligan ágang, sum fór fram á einum skeinkistaði í Havn sunnumorgunin.

Løgreglan er eitt sindur varðislig við at greiða frá, júst hvat í hendi. Men talan er um, at ein maður og ein kvinna vóru farin inn á eitt vesi á staðnum, og her skal maðurin hava tvingað kvinnuna til eitthvørt av kynsligum slag, sum hon ikki hevði givið samtykki til.

Løgreglan varð boðsend, men tá tá løgreglan kom fram, var maðurin farin frá staðnum. Hann varð tó fongslaður seinni sunnudagin og framstillaður fyri dómara fyrrapartin mánadagin.

Talan er ikki um neyðtøku, men skuldsetingin er “anden kønslig omgang”, sum tað eitur á løgreglu- og rættarmáli.

Løgreglan skal gera nakrar avhoyringar afturat áðrenn hon er komin til botns í málinum, so ákæra kann orðast móti manninum, sum er útlendingur. At maðurin er útlendingur hevur ein ávísan týdning í hesum máli, tí tá talan er um útlendingar, fellur ein avgerð um at fongsla viðkomandi ofta lættari, enn um talan er um ein fastbúgvandi, tí vandi kann vera fyri, at skuldsetti rýmir av landinum.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 12. mars 2024

16 Leygardagur 16. mars 2024

Knapt 54.600 fólk búðu í Føroyum 1. februar

Fólktalið vaks við 450 fólkum seinsta árið, ið svarar til ein vøkstur á 0,8 prosent

(Savnsmynd: Hagstovan)
SkrivaÐ:

Alda Nielsdóttir

Fólkatalið í Føroyum vaks við 450 fólkum seinasta árið, og 1. februar búðu 54.569 fólk í Føroyum

Hetta svarar til ein vøkstur á 0,8 prosent.

Fólkavøksturin í Føroyum heldur fram á tíggjunda ári, men seinastu tvey árini hevur hann verið lakari enn frammanundan. Burðaravlopið hevur verið lutfalsliga lítið, fyrst vegna vøkstur í deyðtalinum og síðani vegna minking í burðartalinum. Nettoflytingin er eisini minkað nakað, bæði vegna minking í tilflytingini og minking í fráflytingini. Samanlagt gevur tað ein lakari fólkavøksturin enn áður, skrivar Hagstovan.

Vøksturin seinasta árið kemur av einum burðaravlopi - munurin millum fødd og deyð- á 160, og eini nettoflyting - munurin millum tilflyting og fráflyting - á 290 fólk.

Hagstovan skrivar, at hóast fólkavøksturin er minkandi í landinum sum heild, høvdu 14 av teimum 29 kommununum í landinum fólkavøkstur seinasta árið.

Størsti vøkstur var í Tórshavnar, Klaksvíkar, Runavíkar og Eysturkommunu. Í teimum kommununum vaks fólkatalið serliga í Tórshavn, Hoyvík, Klaksvík og í Leirvík.

Fólkatalið var óbroytt í tveimum og minkaði í 13 kommunum. Størsta minking var í Hvalbiar kommunu.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 11. mars 2024

17 Leygardagur 16. mars 2024

Fjórði hvør eldri føroyingur hevur ongar tenn

Hesi ganga ikki regluliga til tannrøkt og næstan helvtin av teimum, sum roykja, eru tannleys. Tó er tannheilsan hjá eldri í Føroyum sum heild góð og betra munandi seinastu árini

Tannheilsukanningin fevnir um størsta partin av øllum í Føroyum millum 80 og 84 ár, sum búgva í Føroyum. Tilsamans 322 fólk hava luttikið í kanningini
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Fjórði hvør føroyingar millum 80 og 84 ár hevur ongar tenn - hesi hava tó øll protesu. Tað vísir ein kanning, sum Birita Ellefsen, tannlækni og granskari, hevur gjørt fyri Tannlækna­felagið.

Harafturat vísir kanningin, at tey, ið hava fáar ella ongar tenn, ikki ganga regluliga til tannrøkt og at næstan helvtin av teimum, sum roykja, eru tannleys.

Úrslitini siga tó eisini, at samanborið við onnur lond rundan um okkum er tannheilsan hjá eldri í Føroyum sum heild góð.

Tannheilsukanningin fevnir um størstapartin av øllum fólkum í hesum aldri, sum búgva í Føroyum. Tilsamans 322 fólk hava luttikið í kanningini, sum er partur av eini størri kanning um heilsu og andsevnir hjá eldri føroyingum, ið er gjørd á Deildini fyri Arbeiðs- og Almannaheilsu.

Kanningin vísir, at tannheilsan hjá teimum eldru í Suðurstreymoy er betri enn í restini av landinum. Bert 27 prosent av teimum uttan tenn búgva í Suðurstreymoy, og tey sum hava tenn, hava í miðal fleiri tenn og færri hol í tonnunum.

Kvinnur hava í miðal færri frískar tenn enn menn og tey eldru, ið búgva einsamøll, hava eisini færri frískar tenn.

Tannheilsan hjá eldri fólkum er betrað munandi seinnu árini, og tey varðveita í dag í nógv størri mun tenninar. Tað hevur við sær, at reglulig tannrøkt er meira umráðandi nú. Við øktum aldri er vandin stórur fyri verri almennari heilsu og verri førleika, og tí er reglulig fyribyrging, viðgerð og eftirlit av tonnunum sera týdningarmikið, er ein av niðurstøðunum av kanningini hjá Tannlækna­felag­num.

Í frágreiðingini verður mælt til, at ein tannrøktarskipan fyri eldri verður gjørd, sum stuðlar eftir tørvi. Ein tílík skipan kann til dømis grundfestast í kommununum sum aðrar røktarskipanir. Eitt nú kann kommunala barnatannrøktin víðkast til eisini at taka hond um tey eldru, sum hava trupult við at nýta vanligu tannrøktarskipanina.

Sjúkrakassagrunnurin hevur stuðlað verkætlanini um tannheilsu hjá eldri føroyingum.

Les alla kanningina her.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 15. mars 2024

18
Leygardagur 16. mars 2024

MEST stórt avlop í 2023

Mest hevði 33,9 milliónir krónur í avlopi eftir skatt í 2023

Mouritz Mohr er stjóri á Mest (Mynd: Ólavur Frederiksen / Faroephoto)
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

MEST hevur seinastu árini havt ein áhaldandi vøkstur. Árið í fjør gjørdist metár hjá aldargomlu fyritøkuni. Nettosølan hjá MEST samtakinum var 556,0 milliónir krónur og hevði felagið eitt avlop uppá 33,9 milliónir eftir skatt. Talan er um framgongd á øllum virkisøkjum. Í MEST samtakinum starvast 543 starvsfólk - harav 70 lærlingar.

- Vit eru væl nøgd við úrslitið fyri 2023, sigur Mouritz Mohr stjóri á MEST.

- MEST er ein føroysk fyritøka, sum fyriskipar og útinnir stórar sum smáar verkætlanir. Feløgini, MEST samstarvar við, eru vorðin størri, og tí er eisini neyðugt, um MEST skal útinna alt viðlíkahaldsarbeiði og byggja nýbygningar, at hava eina sterka fyritøku. Ikki minst í samband við stóru íløguna fyri framman í nýggja dokk á Skála, sigur hann.

Seinastu árini hava hilnast væl hjá MEST, sum er ein fíggjarliga sterk fyritøka við einum eginpeningi á 145 milliónir krónur og einum soliditeti á 53 prosent.

Fyritøkan gleðist um at síggja virksemið frá vinnuni á landi, útlendskum kundum og ikki minst sjóvinnuni økjast ár undan ári.

Tvær tvíkiljur til Hiddenfjord
Í fjør heyst lat MEST eina tvíkilju til alifyritøkuna Hiddenfjord og letur somuleiðis í næstu viku eina tvíkilju – báðar til avtalaðan kostnað og til avtalaða tíð. Alt arbeiðið er framt í Føroyum. MEST hevur fingið nógvar royndir av at byggja tvíkiljur seinastu árini og bjóðar seg nú eisini fram til útlendskar kundar.

Nýggjan frystitrolara
Sáttmáli varð í februar gjørdur við felag hjá Varðanum um bygging av nýggjum frystitrolara. Skipið skal latast reiðarínum á sumri í 2026. Talan er um eitt framkomið skip, sum er útgjørt til framtíðar krøv.

Tað hevur stóran týdning, at vit í Føroyum fáa møguleikan at varðveita skipasmíð sum handverk og serliga gleðiligt er tað, at vit eru kappingarfør við okkara grannatjóðir.

Burðardygd
MEST hevur sett sjóneykuna á burðardygd fyri at tryggja, at MEST økir um virksemið á ein burðardyggan hátt. MEST hevur tað stevnumið, at burðardygd gerst ein natúrligur partur av arbeiðsgongdini so umhvørvisváðin av virkseminum avmarkast mest møguligt. Burðardygd á MEST tekur atlit at sosialum, umhvørvisligum og fíggjarligum viðurskiftum. Hendan tilgongd hevur ikki bara fyrimun fyri umhvørvið og samfelagið, men stuðlar eisini undir haldføri og langtíðar framburði hjá MEST.

Nýggj turrdokk
MEST miðar ímóti at fara í gongd við byggingina av nýggju turrdokkini í vár. Nýggja turrdokkin verður staðsett beint norðanfyri verandi turrdokk á Skála. Við nýggju dokkini verður møguleiki at dokka væl størri skip enn í dag. 

Virksemið á Skála er umhvørvisgóðkent, bæði fyri verandi og komandi víðkaða virksemið.

MEST samtakið fevnir um skipasmiðjurnar í Havn, á Skála, framleiðsluvirkið í Runavík og PAM-Offshore Service, sum veitir tænastur til frálandavinnuna í Noregi.

- Vit gera í hesum døgum íløgur í okkara umstøður og ikki minst í at útbúgva okkara starvsfólk. Kappingin er hørð, og leggja vit okkum støðugt eftir at styrkja okkara tænastustøði. Vit fegnast um, at okkara átøk bera ávøkst, og at alsamt fleiri kundar velja MEST sum veitara, sigur Mouritz Mohr, stjóri á MEST.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 15. mars 2024

19 Leygardagur 16. mars 2024

Runavíkar havn: Nógv ferðamannaskip í ár og komandi árini

21 ferðamannaskip vitja Runavíkar havn í ár, og longu nú eru fleiri enn 20 bíleggingar komnar fyri 2025 og 2026

 
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Í ár vitja 21 ferðamannaskip Runavíkar havn. Flestu skipini koma inn á Kongshavn á Skálafjørðinum, meðan seks koma til Elduvíkar og Funnings. Nøkur skip vitja bæði smáu bygdirnar norðanfyri og Kongshavn. Umborð á skipunum eru millum 100 og 2.500 ferðafólk umframt manning, sum telur millum 75 og 1.000.

Fyrsta ferðamannaskipið, sum vitjar í Føroyum í ár, kemur inn á Kongshavn týsdagin 19. mars, men størsti parturin av skipunum koma í summar og tíðliga í heyst. Fyrireikingarnar eru longu byrjaðar, og cruisetoymið, sum er samansett av nógvum lokalum kreftum, ger seg í løtuni til reiðar at taka ímóti Ambition, sum er fyrsta skipið í ár.

Aftur í ár eru nøkur ferðamannaskip, ið hava bílagt bryggjupláss í tveir fylgjandi dagar. Hetta gevur gestunum betri stundir at uppliva vøkru náttúruna í økinum og at síggja vitjanarverd støð í Eysturoynni og aðrastaðni í Føroyum.

Elduvík og Funningur eru sokallaði ekspeditiónsferðamál. Í smáu bygdunum liggja ekspeditiónsskipini, sum ikki hava so nógv ferðafólk umborð, fyri akker, meðan ferðafólkini koma í land við skjóttgangandi gummibátum. Móttøkurnar í Elduvík og Funningi hava eydnast sera væl, og ætlanin er, sum frálíður, at taka ímóti smáum ferðamannaskipum í øðrum bygdum í kommununi eisini.

Partarnir hava í felag ment ein burðardyggan leist til reiðarí, ið varða av smáum ferðamannaskipum.

Í apríl mánaða luttekur Runavíkar havn, saman við øðrum føroyskum veitarum, á heimsins størstu ferðaskipastevnu í Florida. Reiðaríini í cruise-vinnuni leggja ferðirnar til rættis tvey-trý ár fram í tíðina, so longu nú eru fleiri enn 20 bíleggingar komnar fyri 2025 og 2026, so líkt er til, at talið av cruise-vitjanum fer at økjast komandi árini.

Dagført yvirlit yvir vitjanir sæst á cruise-kalendaranum á heimasíðuni hjá Runavíkar havn

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 11. mars 2024

20
Leygardagur 16. mars 2024

Ólagaligt veður til skeljaveiðu í vetur

Í vetur hevur veðrið órógvað fiskiskapin nógv, tí tað hevur verið nógvur landnyringur, eystan og landsyningur, og tá er tað trupult hjá okkum at royna eystanfyri, sigur Pól Johannus Simonsen

(Mynd: Sjómansmissiónin)
SkrivaÐ:

Føroyska Sjómansmissiónin

- Í vetur hevur veðrið órógvað fiskiskapin nógv, tí tað hevur verið nógvur landnyringur, eystan og landsyningur, og tá er tað trupult hjá okkum at royna eystanfyri.

Hann hevur verið skipari á skeljabátinum Norðheim í 12 ár. Annars hevur hann verið útróðrarmaður meginpartin av lívinum har fiskiskapur og fuglaveiða  hava fylt nógv. Veiðilívið hevur enn hansara stóra áhuga hóast hann hevur fylt 72 ár.

- Síðstu túrarnir hava verið góðir. Annars hevur fiskiskapurin verið brúkiligur, men er verri enn í fjør. Tað sigur Pól Johannus Simonsen, skipari á Norðheim.

[object Object](Mynd: Sjómansmissiónin)

- At vit hava fingið minni enn síðsta ár, kemst bæði av vánaliga veðrinum og av, at vit hava fingið minni av skeljum í vetur enn síðsta vetur, sigur hann.

- Vit hava gjørt nakrar túrar norðanfyri, tá veðrið ikki hevur verið at roynt eystanfyri, men har er nærum ongin skel at fáa. Í vetur hevur verið vánaligasta skeljaveiða norðanfyri, sum eg veit um, sigur hann.

- Í eina tíð hevur tað sæð út, sum at tað manglar ein ella tveir árgangangir av lítlari skel. Nú byrja vit aftur at síggja smáar skeljar eystanfyri, men skelin skal vaksa, so hana kunnu vit ikki taka fyrr enn um nøkur ár, sigur Pól Johannus.

- Harafturímóti hava vit fingið væl av smáfiski í vetur. Ja, tað eru nógv ár síðani vit hava fingið so mikið av smáfiski ella greipufiski. Tað er dámligt nú serfrøðingarnir tosa um at friða heilt, tí ongin toskur er at fáa, sigur hann.

Fimm mans eru við Norðheim og tvær manningar hoyra til skipið. Teir eru umborð í tvær vikur og eru heima í tvær vikur.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 15. mars 2024

21
Leygardagur 16. mars 2024

Anru fiskaði mest á Føroyabanka í fjør

Línuskip og útróðrarbátar fiskaðu 1.718 tons á bankanum í 2023

(Savnsmynd)
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

Útróðrarbáturin Anru var tann, sum fiskaði nógv mest á Føroyabanka í fjør. Anru fiskaði 184,7 tons til eitt virði á 4,1 milliónir krónur. Hetta svarar til eitt veiðivirði á 130.564 pr. fiskidag.

Hetta framgongur í einum svari, sum Dennis Holm, landsstýrismaður við fiskivinnumálum hevur givið til undanmann sín, Árna Skaale, tingmann úr Fólkaflokkinum. Árni Skaale ynskti at fáa at vita hvussu veiðan á Føroyabanka var í 2023.

Í svarinum hjá Dennis holm framgongur, at línuskipini fiskaðu tilsamans 583,7 tons til eitt virði á 17,4 milliónir krónur, svarandi til 255.525 krónur pr. fiskidag.

Útróðrarbátarnir millum 15 og 110 tons í bólki 4 fiskaðu tilsamans 635,4 tons á Føroyabanka til eitt virði á 13,7 milliónir krónur, svarandi til í miðal 108.698 krónur pr. fiskidag.

Og útróðrarbátarnir undir 15 tons í bólki 5 fiskaðu 499 tons til eitt virði á 11,2 milliónir krónur, svarandi til 114.206 krónur pr. fiskidag.

Tann línubáturin, sum troytti Føroyabanka mest var Polarstjørnan, sum á 11,79 fiskidøgum fekk 97,4 tons til eitt virði á 3,2 milliónir krónur. Síðan kom Núpur við 75,8 tonsum og Kambur við 75,6 tonsum.

Anru, sum er útróðrarbátur í bólki 4 fekk sum sagt 184,7 tons og 4,1 milliónir krónur. Tað var fyri 32,05 fiskidagar. Líðhamar fiskaði 80,7 tons fyri 1,5 milliónir krónur, og Volunteer fekk 78,4 tons fyri 1,6 milliónir. Norðsøki var annars munandi meira burturúr, tí hann fekk 2,0 milliónir krónur fyri 76,0 tons.

Tann av bátunum í bólki 5, sum fiskaði mest var Falkurin, sum fekk 52,7 tons fyri eitt virði á 1,2 milliónir krónur. Líraberg fekk 50,9 tons, eisini fyri 1,2 milliónir og Gordrúgvin fekk 45,3 tons fyri 0,9 milliónir, allir fyri 7 fiskidagar á Bankanum.

Alt svarið frá landsstýrismanninum sæst her

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 11. mars 2024

22
Leygardagur 16. mars 2024

Thor keypt Sjúrðarberg

Skipið skal royna eftir botnfiski við Uruguay og møguliga Afrika

Sjúrðarberg hevur seinastu tíðina ligið við bryggju í Klaksvík. Nú er skipið selt (Savnsmynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Flakatrolarin Sjúrðarberg er seldur til Thor í Hósvík. Tað váttar Hanus Hansen, stjóri í JFK fyri Norðlýsinum.

Partarnir eru samdir um ikki at upplýsa keypsprísin.

Sjúrðarberg skal umbyggjast í Spania, og ætlanin er, at skipið fer at royna eftir botnfiski við Uruguay og møguliga Afrika, upplýsir Hans Andrias Kelduberg, stjóri í Thor, fyri Norðlýsinum.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 15. mars 2024

23
Leygardagur 16. mars 2024

Hava keypt annað skip fyri Vesturbúgvan

Saman við øðrum hava vestmenningar keypt eitt annað skip fyri Vesturbúgvan, sum seinastu mongu árini hevur partrolað saman við Eysturbúgvanum

Hetta uppsjóvarskipið skal avloysa Vesturbúgvan
SkrivaÐ:

Kiran Jóanesarson

Reiðaríið, sum rekur partrolaran Vesturbúgvan, hevur keypt norska uppsjóvarskipið Krossøy, sum skal avloysa skipið í føroyska flotanum.

Seinastu mongu árini hava partrolararnir Vesturbúgvin og Eysturbúgvin partrolað eftir upsa og øðrum botnfiski, men eftir at Eysturbúgvin sakk tann 14. apríl í 2022 hevur Vesturbúgvin næstan ikki verið í vinnu.

[object Object]

Reiðaríið aftanfyri Eysturbúgvan keypti eitt minni uppsjóvarskip, sum fekk navnið Eysturbúgvin, og nú er greitt at reiðaríið aftanfyri Vesturbúgvan, saman við øðrum, hevur keypt norska uppsjóvarskipið Krossøy.

Skipið hevur longu fingið eyðkendu litirnar, sum reiðaríið í Vestmanna hevur brúkt seinastu mongu árini bæði til Vesturbúgvan og Skálafoss, sum reiðaríið eisini eigur.

Prísurin fyri skipið er 85 milliónir norskar krónur, sum eru góðar 55 milliónur danskar krónur.

Skipið er bygt í Noregi í 2011, og er 43 metrar langt, og 12 metrar breitt.

Skipið hevur ein 2.000hk Yanmar motor, og er 906 bruttotons til støddar. 

Nýggja skipið verður eftir ætlan yvirtikið beint fyri páskir.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 12. mars 2024

24
Leygardagur 16. mars 2024

Gomlu skipini hjá Smyril Line seld

Eystnes og Hvítanes eru seld til Noregs

Eystnes (Savnsmynd: Kiran Jóanesarson)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Fyrr í ár tók Smyril Line avgerð um at seta skipini Eystnes og Hvítanes til sølu.

Søluavtala er nú undirskrivað við norska felagið Nordwest Ship Management, og skipini verða latin nýggja eigaranum í april.

Eystnes og Hvítanes verða partur av flotanum hjá Nordwest Ship Management, ið nú telur 11 skip. Tá ið skipini verða yvirtikin í næsta mánaða, fáa tey nýggj nøvn. Eystnes verður til MV Link Aurora og Hvítanes skal eita MV Link Polaris.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 14. mars 2024

25 Leygardagur 16. mars 2024

Eftirskúli, næmingaheim og kampingpláss á Sevmýri

Lastbilar koyra til og frá gamla fótbóltsvøllinum á Sevmýri. Ætlaninar fyri økið eru stórar

(Mynd: Tvøroyrar kommuna)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Seinastu tíðina hava fólk sæð lastbilar koyra til og frá gamla fótbóltsvøllinum á Sevmýri.

Tað var í fjør, at MTV Byggivirkið keypti vøllin og økið har gamla TB-húsið stendur. Frá byrjan av hevði fyritøkan ætlanir við økinum og nú eru ætlanirnar komnar enn tættari upp á at gerast veruleika, skrivar Tvøroyrar kommuna.

Spurdur, sigur Mortan T. Vang, stjóri í MTV Byggivirkið, at ætlanin er, at Sevmýri skal gerast ein partur av býnum, ið fólk fara at hava hug til at vitja aftur. Farin er tíðin, tá fólk fylktust í økinum, til fótbóltsdyst og síðan tá hevur lítið og einki lív verið á har.

Er tað upp til Mortan, so skal hetta broytast komandi árini.

- Vit hava stórar ætlanir við økinum, tað er eingin loyna. Tó, skulu vit gera ætlanirnar til veruleika, so krevjast bæði neyðug loyvi og einsi vælvild frá landsins myndugleikum, sigur Mortan.

- Ætlanin er at gera ein eftirskúla í eystara enda av vøllinum, við øllum tí, ið krevst til ein eftirskúla. Miðskeiðis á vøllinum ætla vit, við vælvilja frá myndugleikunum, at byggja eitt næmingaheim, ið eitt nú kann hýsa næmingum á Heilsuskúlanum í Suðuroynni. Í vestara enda er so ætlanin at hava umstøður til fólk við kampingvogni – hetta er nakað, ið veruliga manglar, sigur stjórin í MTV Byggivirkið.

- Tað, ið kanska er mest spennandi, er, at mitt á gamla vøllinum ætla vit at gera eina tjørn. Ein tjørn var her áðrenn vøllurin kom og í ein ávísan mun ætla vit at endurskapa hana. Vónin er, at lív kemur í vatnið og at vatnið fer at tiltrekkja fugl av ymsum slag. Ynskið er eisini, at fólk fara at vitja økið og njóta umstøðurnar. Saman við gongugøtuni niðan í eitt nú Støðlarnar og stuttu frástøðuni til Froðbiar, so verður hetta eitt fantastiskt øki at uppihalda sær í. Beint við hevur Skógrøkt Landsins eisini plantað eina rúgvu av trøum, so í framtíðini verður Sevmýri nakað heilt annað, leggur hann afturat.

Í gamla TB-húsinum er ætlanin at gera skrivstovubygning. Mortan T. Vang sigur, at tað longu nú er áhugi frá fyritøkum fyri hesum.

- Sjálvandi stendur og fellur alt við, at neyðugu loyvini fáast til vega, leggur Mortan afturat, til seinast.

Av sonnum spennandi tíðir fyri framman hjá MTV Byggivirkið, Sevmýrisjingum og borgarum í Tvøroyrar kommunu.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 15. mars 2024

26 Leygardagur 16. mars 2024

Ovasavnið reist

Reisigildi fyri Ovasavninum í Nólsoy var farna fríggjadag

(Mynd: Karlot Hergeirsson)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Ovasavnið hevur verið leingi á veg og farna fríggjadag var reisigildi í Nólsoy.

Savnið skal vera ein minnisvarðið yvir tey brøgd, ið Ove Joensen framdi.

Í nógv ár var annars ætlanin at gera ein svymjihyl til minnis um Ova Joensen, men tá tað fyri nøkrum árum síðani varð ásannað, at hetta ikki fór at bera á mál, bleiv ætlanin broytt. Í staðin verður eitt savn bygt.

Karlot Hergeirsson, tingmaður fyri Framsókn og nólsoyingur, var við á degnum fríggjadagin og tók myndirnar niðanfyri.

[object Object]

[object Object]

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 13. mars 2024

27 Leygardagur 16. mars 2024

Eysturkommuna góðar fortreytir fyri at skipa egna framhaldsdeild

Fortreytin fyri, at ætlanin eydnast, er, at kommunan er til reiðar at játta peningin, sum krevst til at stovna og reka eina nútímans framhaldsdeild, verður sagt í niðurstøðuni hjá arbeisbólkinum, sum í heyst varð settur at kanna møguleikan

Á myndini frá vinstru: Ove Heinesen, Katrin Ingolfsdóttir Gregersen, Rúni Hjelm Bjarkhamar, Heri á Rógvi, Per Martin Gregersen, Annika Katrin Joensen, Elisabeth Hansen, Eydna Lucia Nesá , Atli F. Johansen (Mynd: Eysturkommuna)
SkrivaÐ:

Alda Nielsdóttir

Eysturkommuna hevur góðar fortreytir fyri at skipa egna framhaldsdeild, og eingin grundgeving er funnin fyri, at tað ikki ber til

Tað er niðurstøðan hjá arbeiðsolkinum, sum í september varð settur av býráðnum í kommununi at kanna møguleikan.

Í bólkinum vóru foreldra- og læraraumboð úr skúlastýrinum fyri Skúlan í Eysturkommunu, skúla- og varaskúlastjóri, trivnaðarleiðari í Eysturkommunu og lærari úr aðrari framhaldsdeild í Føroyum. Bólkurin hevur verið undir leiðslu av Lóður við Hera á Rógvu.

– Bólkurin hevur arbeitt við at lýsa og fáa greiðu á, hvat ein framhaldsdeild krevur aftrat verandi umstøðum í Skúlanum í Eysturkommunu. Nógvar hoyringar hava verið á skránni av m. a. lærarum, næmingum og myndugleikum, og Teknistovan í Gøtu hevur hjálpt við at gera eitt skitsuuppskot av einari møguligari framhaldsdeild, skrivar Eysturkommuna í tíðindaskrivi.

Niðurstøðan varð handað býráðnum í Eysturkommunu mikudagin 6. mars. Eisini varð arbeiðið lagt fram fyri býráðslimunum, sum høvdu møguleika at seta spurningar um arbeiðið og tilgongdina til niðurstøðuna.

Arbeiðsbólkurin undirstrikaði, at hóast tað ber til at skipa framhaldsdeild í kommununi, er fortreytin fyri, at ætlanin eydnast, at kommunan er til reiðar at játta peningin, sum krevst til at stovna og reka eina nútímans framhaldsdeild. Umráðandi er, at kommunan bjóðar eitt tilboð, sum í minsta lagi er á sama stigi sum verandi tilboð – helst betri.

Arbeiðið og niðurstøðan hjá arbeiðsbólkinum verða løgd fram á borgarafundi seinni í mars mánaði, har borgarar í Eysturkommunu fáa møguleika at viðmerkja og seta býráðnum spurningar um málið, skrivar Eysturkommuna.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 09. mars 2024

28 Leygardagur 16. mars 2024

Jógvan Skorheim farin upp í Fólkaflokkin

Hann var formaður í Sjálvstýri fyri nøkrum árum síðan, men nú er hann fólkafloksmaður

Jógvan Skorheim (Savnsmynd: Jens Kr. Vang)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Jógvan Skorheim hevur nú meldað seg upp í Fólkaflokkin, og hann ætlar at stilla upp til kommunuvalið í november.

Tað visti Dagur og vika í vikuni.

Nýggi fólkafloksmaðurin var gestur í sjónvarpsstovuni, og hann avsannaði ikki, at hann ætlaði sær borgarstjóra sessin aftur.

- Mín ambitión er, at flokkurin fær eitt gott val og eisini vinna borgarstjórasessin, og tað fari eg at gera saman við valevnunum í Fólkaflokkinum, segði hann.

Jógvan Skorheim var valdur á ting í 2011 og fýra ár seinni bleiv hann formaður í flokkinum. Eisini var hann borgarstjóri í Klaksvík í átta ár frá 2013 til 2020, og hann situr framvegis í býráðnum.

Í 2021 fór hann frá sum formaður og meldaði seg eisini úr flokkinum. Hann stillaði ikki upp til løgtingsvalið í 2022.

Tað legst afturat við royndum politikkarum í Fólkaflokkinum. Herfyri kom fyrrverandi miðflokkamaðurin, Bill Justinussen upp í flokkin.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 14. mars 2024

29 Leygardagur 16. mars 2024

Gilli Rólantsson Sørensen húsavørður við Stórá

Fólk flest kenna 31 ára gamla Gilla frá avrikunum á fótbóltsvøllunum í Føroyum og uttanlands – Tvøroyrar kommuna ynskti ein persón í starvið, sum -umframt at røkja økið við Stórá - eisini skal vera við til at økja enn meira um ítróttavirksemið í kommununi

 
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Tvøroyrar kommuna hevur sett Gilla Rólantsson Sørensen í starv sum húsavørður við Stórá, nú Anton Øster, ið hevur røkt starvið seinasti 10 árini, gevst fyri aldur.

Gilli er 31 ára gamal og trongisvingur av uppruna. Fólk flest kenna tó einamest Gilla frá avrikunum á fótbóltsvøllunum í Føroyum og uttanlands. Hann er ein av royndastu landsliðsleikarunum í Føroyum og yrkisleið hansara í fótbólti hevur ført hann til bæði Skotlands, Danmarkar og Noregs.

Tvøroyrar kommuna ynskti ein persón í starvið, sum - umframt at røkja økið við Stórá - eisini skal vera við til at økja enn meira um ítróttavirksemið í góðu karmunum í kommununi. Og karmarnir við Stórá, saman við stóru ítróttahøllini í Trongisvági eru millum bestu ítróttadeplar í Føroyum. Kommunan ynskir, at hesir deplar verða mentir enn meira, við enn meira virksemið til frama fyri børn, ung og vaksin í Tvøroyrar kommunu í ítróttahøpi.

Samstundis takkar Tvøroyrar kommuna Anton Øster, fyri trúgva tænastu. Síðan ítróttadepilin lat upp í 2012, hevur Anton við nærlagni og kærleika til økið, røktað starvið á fyrimyndarligan vís. Ítróttadepilin við Stórá sær í dag út, eins og tað gjørdi, tá tað lat upp – her er farin fram ein serstakliga góð røkt, og kann Tvøroyrar kommunu við stoltleika framhaldandi bjóða sínum borgarum, tær allar bestu umstøður at íðkað ítrótt.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 09. mars 2024

30 Leygardagur 16. mars 2024

Øssur Kjølbro virkar nú í Nes prestagjaldi

Klaksvíkingurin er lagdur afturat Ova Brim, og er virkandi sóknarprestur fram til 31. mai

Øssur Kjølbro hevur í tíðarskeiðum verið virkandi prestur. Annars hevur hann arbeitt nógv hjá Kirkjuligu Heimamissiónini (Mynd: folkakirkjan.fo)
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

Fyri stuttum varð Ovi Brim settur í starv sum próstur. Hetta er eitt nýstovnað embæti, nú virksemið hjá fólkakirkjuni er økt. Prósturin kemur biskupsins vegna at taka sær av málum og viðurskiftum, ið nema prestarnar. Hann verður sostatt starvsfólkaleiðari hjá prestunum.

Ovi Brim hevur virkað sum sóknarprestur í Nes prestagjaldi í nógv ár. Toftamaðurin gevst ikki vegna nýggja starvið, men ein prestur er afturat komin at virka fyri prestagjaldi, sum fevnir um átta bygdir.

Biskupur hevur í samráð við kirkjuráðið á Nesi og kirkjuráðið í Gøtu sett Øssur Kjølbro sum virkandi sóknarprest fram til 31. mai 2024. Øssur kemur at arbeiða saman við Ova Brim, prósti, næstu mánaðirnar.

Hetta skrivar Fólkakirkjan á heimasíðu sínari.

Øssur Kjølbro er klaksvíkingur, sum hevur lisið guðfrøði í Danmark. Hann hevur verið virkandi prestur í millum annað Klaksvík, men hevur mest starvast hjá Kirkjuligu Heimamissiónini.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 13. mars 2024

31 Leygardagur 16. mars 2024

Hesi vunnu FMA

Føroysku tónlistavirðislønirnar vórðu latnar leygarkvøldið

Dania O. Tausen (Mynd: Jens Kr. Vang)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

12 heiðurslønir vórðu latnar á Faroese Music Awards í Norðurlandahúsinum leygarkvøldið.

[object Object]
Ársins klassiski heiður: Kristina Thede Johansen 

[object Object]
Ársins spíri: SUPERVISJÓN

[object Object]
Ársins tónasmiður: Tróndur Bogason

[object Object]Ársins tónleikari: Per Ingvaldur Højgaard Petersen

[object Object]Ársins sangur: "Literally Everything" - Brimheim
Ársins myndlistarligi samleiki: Brimheim

[object Object]Ársins tekstur: "Rúm" - Hans Jákup Kollslíð (Marius Ziska)

[object Object]
Ársins útflutningsheiður: Plátufelagið Tutl
Ársins átak: Summartónar Festivalurin

[object Object]
Ársins serútgáva: "...eftir" - Klingra

[object Object]
Ársins útgáva: "ja/nei - og restin av vikuni" Dania O. Tausen

[object Object]Ársins tónleikaheiður: Hanus G. Johansen

Sí allar myndirnar her

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 09. mars 2024

32 Leygardagur 16. mars 2024

Rokkandi punkrapp úr Ísrael á G!

Agat er ein djørv listakvinna, sum veruliga hevur kant í sínum persónleika

 
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

G! festivalurin kunngerð í dag enn eitt navn til festivalin í Syðrugøtu í summar. Tað verður ein listakvinna, sum blandar hipp hopp, undangongupopp, punk og rapp, verður sagt.

Men festivalurin upplýsir tó ikki í tíðindaskrivinum í dag, at Agat, sum talan er um,  er ein sangarinna úr Ísrael.

Soleiðis verð Agat lýst í tíðindaskrivinum, har tey fegnast stórliga um at kunngera hetta spennandi navnið:

Av og á varnast tú ein tónlistarligan spíra, ið brádliga gerst klárur at ljóma um allan heimin. Soleiðis er við Agat. 

Hetta er ein djørv listakvinna, sum veruliga hevur kant í sínum persónleika. Hugsa tær nakað so spennandi, sum at blanda hipp hopp, málm, undangongupopp, punk og rapp — tað er stílurin. 

Konsertirnar eru orkumiklar og fullar av lívi, tá ið hon saman við trummuleikara og elektronikki flippar út á pallinum. 


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 12. mars 2024

33 Leygardagur 16. mars 2024

Aggrasoppar á G!

G! kunngjørdi sjey føroysk nøvn í sambandi við Spæl Føroyskt vikuna

(Savnsmynd)
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Sjeynda og seinasta navnið, sum G! festivalurin kunngjørdi í sambandi við Spæl Føroyskt vikuna er bólkurin Aggrasoppar.

Eitt hitt stórsta føroyska satsið úti í heimi í løtuni er bólkurin Aggrasoppar. Tey framførdu til loyniliga konsert á G! í 2023, men hon var ikki meira loynilig enn so, at tey fingu í lag sáttmála við bókingarfelag í Fraklandi, Voulez Vous Danser.

Allastaðni har tey koma vekja tey stóran áhuga. Rættiliga merkisvert, tá ið tú hugsar um, at tey rappa og syngja á føroyskum, og hava undarligar tekstir. Men jú, so hugtakandi er teirra framførsla, at hon brýtur málslig mørk. Og tey spæla eisini heilt ólukksáliga væl á pallinum - tað er bergtakandi. Tað er óskikkiligt og gott í senn. Til FMA vórðu tey tilnevnd ársins útgávu, umframt at Eyðfinnur Bogason Lamhauge var tilnevndur at vera ársins tónasmiður, og Dania O. Tausen var eisini tilnevnd til næstan allar hinar FMA'arnar í ár, har hon vann fyri ársins útgávu.

Føroysk nøvn hava avgerðandi týdning fyri, hvussu skráin verður myndað og eru altíð við til at geva okkum ógloymandi løtur, higartil er greitt, at Konsørn, Jógvan, Elinborg, Alias Morera, Hamferð, Dania, Einangran, Knút og Eivør spæla á G! 2024.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 10. mars 2024

34 Leygardagur 16. mars 2024

Rumenski forsetin vil vera Nato-aðalskrivari

Niðurlendski forsætisráðharrin er tó favorittur at taka yvir eftir Jens Stoltenberg, sum í heyst fer frá eftir tíggju ár sum Nato-ovasti

(Mynd: EPA)
SkrivaÐ:

Alda Nielsdóttir

Rumenski forsetin, Klaus Iohannis, fer eftir at gerast næsti aðalskrivari hjá Nato.

– Eysturevropa hevur eitt virðismikið íkast til Nato-samráðingar og -avgerðir, sigur Iohannis.

Nato hevur enn ikki havt ein aðalskrivara úr Eysturevropa. 

Í heyst fer Jens Stoltenberg frá eftir at hava verið Nato-aðalskrivari í tíggju ár, og í løtuni er Mark Rutte, niðurlendski forsætisráðharrin favorittur at yvirtaka leiðsluna í verjusamgonguni.

Rutte hevur stuðul frá umleið 20 londum, m.a. USA, Fraklandi, Týsklandi, Stórabretlandi og Danmark, men bæði Ungarn og Turkaland eru ónøgd við Rutte, skrivar Ritzau.

Tá ein nýggjur Nato-aðalskrivari verður valdur, krevst undirtøka - ella í øllum førum eingin mótstøða - frá øllum 32 limunum.

Iohannis hevur verið forseti í Rumenia síðan 2014, og eftir at hava sitið tvey valskeið, kann hann ikki stilla uppaftur á komandi vali.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 12. mars 2024

35 Leygardagur 16. mars 2024

Harald kongur útskrivaður aftur

Haakon krúnprinsur heldur tó fram sum virkandi ríkisovasti, tí Harald er sjúkraskrivaður til 8. apríl

Harald kongur á veg heim av sjúkrahúsinum í Oslo (Mynd: EPA)
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

Norski kongurin, Harald, varð hósdagin útskrivaður av ríkissjúkrahúsinum í Oslo, upplýsir kongshúsið í stuttari fráboðan á heimasíðu síni.

Kongur hevur tað gott, men er kortini sjúkrameldaður til 8. apríl. Hann skal brúka tíðina til at hvíla seg og koma fyri seg aftur.

Kongur hevur júst fingið ein kvikil ísettan, sum skal tryggja einari støðufastari hjartarútmu.

Harald kongur gjørdist sjúkur á eini ferð í Malaisia síðst í februar og innlagdur á lokalt sjúkrahús orsaka av, at hann varð raktur av onkrari smittu. Stutt eftir varð hann fluttur við sjúkraflutningsflogfari heim til Noregs. Áðrenn ferðina fekk hann ein fyribils kvikil ísettan fyri at gera ferðina trygga.

Ein kvikil – pacemakari – er eitn lítil elektronisk eind, sum stýrir hjartarútmuna hjá fólkum, sum vanliga hava ov seina hjartarútmu.

Harald kongur er 87 ára gamal, og hevur seinastu árini fleiri ferðir verið raktur av sjúkum, ið hava kravt innlegging.

Harald hevur verið kongur síðan 1991. Hann og Sonja drotning hava tvey børn, Haakon krúnprins og Märtha Louise prinsessu. Meðan kongur er sjúkrameldaður røkir Haakon prinsur kongsins uppgávur. 

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 14. mars 2024

36 Leygardagur 16. mars 2024

Fjarhitin var 85 prosent grønur í 2023

Hann kom frá Brennistøðini á Hjalla, avlopshita frá Sundsverkinum og frá Biogassverkinum Förka. Teir smærri brúkararnir stóðu fyri størsta partinum av nýtsluni

Størsti parturin - 56 prosent - stavaði frá Brennistøðini á Hjalla (Mynd: Tórshavnar kommuna)
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Fjarhitafelagið er ein grønur orkuberi í høvuðsstaðnum, sum liggur væl á grønu kósini. Í 2023 veitti felagið teimum meira enn 1.800 brúkarunum í skipanini hita, har 85 prosent av heitaveitingini komu frá avlopshita.

56 prosent stavaðu frá Brennistøðini á Hjalla, 24 prosent komu frá avlopshita frá Sundsverkinum og 5 prosent vóru fingin til høldar frá biogassverkinum Förka. Sostatt komu 15 prosent frá oljuketlum í skipanini.

Sethús, raðhús og íbúðir, sum hava eina árliga nýtslu á 0-50.000 kWt, stóðu fyri 57 prosentum av samlaðu nýtsluni. Miðalstórir brúkarar, ið hava eina árliga nýtslu á 50.001-500.000 kWt, fevndu um 29 prosent av samlaðu nýtsluni, og stórir brúkarar, sum hava eina árliga nýtslu á meira enn 500.000 kWt, stóðu fyri 14 prosentum av nýtsluni tilsamans.

Í einum skiftistíðarskeiði, árini 2016-2023, meðan fjarhitin hevur verið nógv útbygdur, hevur partvíst verið neyðugt at brúka olju til fjarhita. Seks stórir oljuketlar vóru brúktir í fjarhitaskipanini, meðan ymisku økini í skipanini vóru bygd út og bundin saman. Tann seinasti av hesum oljuketlum var sløktur hálvan desember í fjør, tá ið bústaðirnir Undir Kongavarða vóru knýttir í skipanina.

Oljuketlarnir eru nú bert at taka til sum eykatrygd, um ikki nóg mikið av grønari orku fæst til høldar, ella um t.d. okkurt brek tekur seg upp í fjarhitaskipanini.

So hvørt sum elframleiðslan gerst grønari, fæst minni avlopsorka frá Sundverkinum, sum fer at framleiða minni elorku. Tí er neyðugt at menna nýggjar, grønar hitaloysnir í fjarhitaskipanini næstu árini. Næsta stigið er at útbyggja fjarhitan við einum elketli við goymslutanga, sum skal rekast við avlopsorku frá vindmyllum.

Fjarhitin verður veittur ígjøgnum eina 14 kilometrar samanhangandi høvuðsleiðing, sum røkkur av Sundsverkinum, oman í Gundadal, ígjøgnum Steinatún, út eftir Jóannesar Paturssonar gøtu, eftir Landavegnum og heilt út Undir Kongavarða.

Tíðindaskriv frá Fjarhitafelagnum

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 14. mars 2024

37 Leygardagur 16. mars 2024

Noreg gevur grønt ljós til námsvinnu á havbotni

Norska Stórtingið hevur samtykt lógaruppskot um loyvi til at fara undir námsvinnu eftir mineralum á havbotninum

Jarðfrøðingar frá norska landgrunnsstovninum við tilfari teir hava tikið upp av havbotninum, sum goyma nógv ymisk týðandi mineral (Mynd: Sokkeldirektoratet)
SkrivaÐ:

Jan Müller

Uppskotið gevur loyvi til at fara undir leiting og møguliga framleiðslu av mineralum í  pørtum av norska landgrunninum. Hetta skrivar norski landgrunnsstovnurin “Sokkeldirektoratet” á síni heimasíðu.

Ætlanin er ikki minst at fáa til vega meira vitan um hetta tilfeingið á havbotninum eins og umhvørvið, har hesi finnast. Longu nú finst nógv vitan um hesi, og nú er upp til feløgini, ið søkja um loyvi, at fáa enn meiri vitan, sum aftur kann skapa grundarlag fyri veruligari námsvinnu.

Landgrunnsstovnurin hevur kortlagt tey økini, sum nú verða boðin út, síðani 2017. Stovnurin hevur annars drúgvar royndir við at kortleggja tilfeingi á landgrunninum, heilt aftur frá 1970-unum, tá olju- og gassvinnan tók seg upp.

Stovnurin sigur seg hava funnið stórar nøgdir av sulfidum og manganskorpum heilt úti á djúpum vatni har norðuri í Atlantshavinum, har dýpið er upp til 4000 metrar.

[object Object]

Ein orsøkin til at Noreg sum fyrsta landið í heiminum nú hevur givið loyvi til at leita eftir og framleiða hetta tilfeingið er tørvurin á fleiri ymsum serstøkum mineralum, sum verða brúkt í grøna orkuskiftinum bæði til elbilar, vindmyllur og aðrar framleiðslur, sum hava týdnng fyri grøna orkuskiftið.

Eftirspurningurin eftir hesum mineralum er støðugt vaksandi, nú tey hava so stóran týdning fyri orkuskiftið og heldur enn at vera bundin av framleiðslu í Kina, sum støðan er í dag, so ynskir norska stjórnin og nú eisini Stórtingið, at Noreg fer undir at útvinna hesi mineralini.

[object Object]

Á stórari orkuráðstevnu í Oslo í undanfarnu viku, har meira enn 500 fólk vórðu savnað frá vinnulívsfólki til politikarar og ráðharrar bæði í Noregi og ES, varð niðurstøðan eisini heilt greið. Mineralini á havbotninum eru ein treyt fyri at kunna menna grøna orkuskiftið í okkara parti av heiminum. Men at hetta skal gerast á rættan og ein umhvørvisvinarligan hátt. 

Eisini í Føroyum verða møguleikarnir fyri at finna mineral á havbotninum kannað av jarðfrøðingum á Jarðfeingi.

Herfyri segði Høgni Hoydal, landsstýrismaður við vinnumálum við Útvarpið, at Føroyar eiga eisini at kanna møguleikarnar fyri eini námsvinnu á havbotninum. 

[object Object]

Manganskorpa funnin á føroyska landgrunninum. Ogn Jarðfeingi. 


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 09. mars 2024

38 Leygardagur 16. mars 2024

Norski oljugrunnurin setir met við 17.000 milliardum

Hetta hendir eftir, at virðið á grunninum í februar varð 16.500 milliardir krónur 

 
SkrivaÐ:

Jan Müller

Tað gongur skjótt at fylla ein hin máttmiklasta peningagrunnin í heiminum, norska Oljugrunnin. Peningurin frá olju- og gassvirksemi á norska landgrunninum eins og frá partabrævamarknaðinum streymar inn og setir eitt nýtt met fyri og annað eftir.

Nú er metið einki minni enn 17.000 milliardir norskar kr. Hetta váttar leiðslan í grunninum fyri norska miðlinum E24. 

[object Object]

Orsøkin til vøksturin stavar fyrst og fremst frá avkastinum frá partabrøvum og frá rentum men eisini frá pengum, sum koma frá stjórnini. Grunnurin hevur m.a. nógvan pening á amerikanska partafelagsmarknaðinum. 

[object Object]
Nicolai Tangen, leiðari fyri Oljugrunninum 

Fleiri vegamót vóru í grunsins søgu í farna ári. Við ársbyrjan í fjør varð virðið á grunninum 12.429 milliardir, sum vaks til 13.000 milliardir krónur í januar, til 14.000 milliardir í februar, 15.000 milliardir í mai og til 16.000 milliardir krónur í desember. 

Virðið á grunninum hevur stóran týdning fyri, hvussu nógv norska stjórnin kann brúka av pengum í dagligu nýtsluni. Stjórnin kann brúka upp til 3 prosent av grunsins virði á fíggjarlógini á hvørjum ári. Við einum virði uppá 17.000 milliardir krónur kann stjórnin brúka 510 milliardir krónur.

Við undantaki av árunum 2002 og 2018, er virðið á grunninum økt á hvørjum ári síðani byrjanina í 90-unum. Leiðslan í grunninum hevur tó fleiri ferðir ávarað um, at virðið á grunninum kann eisini minka munandi í eini kreppustøðu. Sjálvur metir grunnurin í eini sonevndari stresstestkanning, at virðið á grunninum í ringasta føri kann minka niður í 5.000 milliardir krónur yvir tey komandi trý til fimm árini. 

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 14. mars 2024

39 Leygardagur 16. mars 2024

Víkingur feldi HB við hornaspørkunum

HB fekk spenning í seinastu tjúgu minuttirnar í Sarpugerði, men sum heild var heimaliðið betri, og liðið hjá Jóhan Peturi Poulsen heldur fram at vinna

Eyðsýndi Geza David Turi skoraði fyrsta málið í Norðragøtu í gjárkvøldið. Hann var til reiðar í sambandi við hornasparksstøðu (Mynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

Fyrsti dysturin í 2. umfari varð spældur í Sarpugerði í gjárkvøldið. Talan var um stóruppgerð millum "nýggja HB-liðið" og Víking, ið hevur tikið stór fet fram undir Jóhan Peturi Poulsen.

Tey flestu, ið viðmerkja fótbólt og kjakast um tað, vænta, at Víkingur veruliga kann bjóða av um FM í ár. Um tað verður so er ógvuliga tíðliga at siga, men úrslitið í kvøld er í øllum førum eitt gott fet á leiðini.

Dysturin skuldi hava eina løtu at "seta seg". Vindurin darvaði nakað fyrstu løtuna, men tað gjørdist skjótt greitt, at Víkingur hevði yvirvág og meira at bjóða uppá. HB hevði einstakar kontrastøður, men Víkingur skapti størri og størri møguleikar.

Jákup Johansen hevði tvey góð skot av brotsteigarmarkinum í 1. hálvleiki: Teitur Matras Gestsson noyddist at toyggja seg veruliga fyri at bjarga tí eina - hitt fór beint framvið. Finnur Justinussen var ógvuliga nær við at prika bóltin í málið eftir eitt av góðu gjøgnumbrotunum í síðuni, men eins í øðrum førum var gott verjuspæl hjá Bartali Wardum við at forða fyri Víkinga-málið.

Tíggju minuttir fyri steðgin brast fyri nev: Eftir horna úr høgru stútaði Finnur við aftaru stong, Teitur bjargaði við beininum, men í málteignum var Geza David Turi knappur. Eyðsýndi miðvallarin legði bóltin til rættis og smekkaði hann í HB-málið.

[object Object]
Geza David Turi hevur her lagt Víking á odda (Mynd: Sverri Egholm)

[object Object]
Finnur Justinussen var ein verulig hóttan hjá Víkingi. Hann var við í fyrra málinum, skoraði tað seinna og var ógvuliga nær við at fáa fleiri (Mynd: Sverri Egholm)

HB var meira lívligt eftir steðgin. Liðið hjá Adolfo Sormani helt fram at arbeiða hart og flutti seg longur fram á vøllinum. Hetta gav tó eisini betri pláss til Víking, og tvey góð álop vóru ógvuliga nær við at geva mál.

Tað seinna endaði við, at Teitur stórbjargaði stútara frá Finni Justinussen. Horna úr vinstru, sum vælspælandi vinstri kanturin, Poul Kallsberg, legði hart og væl innfyri. Nummar 17 hevði runnið seg frían, og Finnur rakti bóltin perfekt við høvdinum: 2-0, 58 minuttir spældir og so sóu tey trý stigini út til at vera nærum í pottinum hjá heimaliðnum.

[object Object]Danin Jakob Johansson skoraði sítt fyrsta mál í Føroyum, tá hann fekk prikað bóltin í Víkinga-málið (Mynd: Sverri Egholm)

Hetta var triðja málið í ár, sum HB lat inn uppá hornaspark. Víkingur var eisini nær við at økja til 3-0 stutt eftir 2-0 málið. Sammy Skytte, Jakob Johansson og Samuel Johansen Chukwudi komu inn á vøllin, og í 73. minutti fekk Johansson prikað bóltin framvið Bárði á Reynatrøð. Hetta var eftir skjótt álop hjá HB í sínari høgru, meðan Ingi Jonhardsson lá niðri - Hanus Sørensen setti ferð á og fann Mohammed Samba, tað var meira opið enn vanligt í vinstru hjá Víkingi, og so var stórur spenningur í dystinum aftur.

Restina av dystinum syrgdi heimaliðið, við Atla Gregersen sum leiðara, fyri, at HB ikki kom til nakrarn veruligan málmøguleika afturat. Tað gjørdist heldur rótut, og Víkingur kundi havt veruliga stongt hurðina í kontraálopum.

Tað endaði tó 2-1 og 15. sigurin á rað hjá Víkingi í Betrideildini - síðani juni í fjør. Hesin var eisini uppiborin, liðið hjá Jóhan Peturi Poulsen er fyribils oddalið og fer í øllum førum í landsliðssteðg við fullum stigatali.

Fleiri myndir frá dystinum

[object Object]
Eftir seinasta bríksl: Frustratiónir hjá venjaratoyminum hjá HB meðan víkingarnir fegnast (Myndir: Sverri Egholm)


Betrideildin 2. umfar
Fríggjadagin 15. mars

Víkingur - HB 2-1 (1-0)
36' Geza David Turi (Finnur Justinussen) 1-0
58' Finnur Justinussen (Poul Kallsberg) 2-0
73' Jacob Johansson (Mohammed Samba) 2-1

Víkingur (4-2-3-1): Bárður á Reynatrøð - Ari Olsen, Atli Gregersen (L), Arnbjørn Svensson, Ingi Jonhardsson - Aron Jarnskor Ellingsgaard, Geza David Turi - Jákup Johansen, Sølvi Vatnhamar (89'Martin Klein Joensen , Poul Kallsberg - Finnur Justinussen (80' Olaf Bárðarson)

HB (4-5-1/4-3-3): Teitur Matras Gestsson - Mathias Voss, Bartal Wardum (63' Bartal Wardum), Viljormur Davidsen, Ási Dam - Leivur Fossdal Guttesen (63' Jacob Johansson), Ejvind Restorff Mouritsen, Heðin Hansen (63' Sammy Skytte), Hanus Sørensen, Áki Debes Samuelsen - Mohammed Samba

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 15. mars 2024

40 Leygardagur 16. mars 2024

Topp-fýra liðini og uppflytari vunnu

Fimm feløg hava trý stig eftir 1. umfar í Betrideildini

Áki Samuelsen skoraði tvey mál, tá HB vann á NSÍ í kvøld (Mynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

Bólturin er endiliga farin á rull í Betrideildini aftur, og hetta er støðan eftir 1. umfar.

Betrideildin hjá monnum 2024
1. KÍ 3 stig
2. B36 3 stig
3. Skála 3 stig
4. Víkingur 3 stig
5. HB 3 stig
6. NSÍ 0 stig
7. 07 Vestur 0 stig
8. EB/Streymur 0 stig
9. B68 0 stig
10. ÍF 0 stig

19 mál vórðu skorað - beint undir fýra í miðal. Tey fýra liðini, sum seinastu árini hava myndað topp-fýra, sigraðu, og uppflytarin Skála vann griett á EB/Streymi.

Spennandi uppgerðir eru á skránni í øðrum umfari, sum byrjar í Sarpugerði longu í gjárkvøldið við toppdysti millum Víking og HB.

Hinir dystirnir í øðrum umfari eru hesir:

Leygardagin 16. mars kl. 17: B36 - KÍ
Leygardagin 16. mars kl. 18: NSÍ - Skála ÍF
Sunnudagin 17. mars kl. 15: ÍF - 07Vestur
Sunnudagin 17. mars kl. 17: EB/Streymur - B68


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 10. mars 2024

41 Leygardagur 16. mars 2024

Flúgvandi føroyameistarar móti ÍF

Eins og í fjør, skoraði Páll Klettskarð fýra mál í 1. umfari, og KÍ vann 6-0 við Djúpumýru

Savnsmynd: Sverri Egholm
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

Ivamál hevur verið um, hvussu væl fyri KÍ var til nýggja kappingarárið eftir heldur brádligt venjaraskifti í januar, nakað seinni byrjan uppá venjingar, ivasom úrslit og avrik í uppstartinum, umframt ávísar broytingar í hópinum.

Trýfaldu føroyameistararnir lótu tó ongan iva verða sunnudagin, at tað er stórur munur á teimum og ÍF. Fuglfirðingar eru aftur í ár millum favorittarnir at flyta niður, og liðið hjá Aleksandar Jovevic fekk so at siga ikki eitt bein til jørðina við Djúpumýru. Tað byrjaði við tveimum málum fyrstu tíggju minuttirnar, ið vóru so at siga heilt líka: Árni Frederiksberg legði hornaspark úr høgru hart og væl inn í fremsta økið, og Páll Andrasson Klettskarð stýrdi bóltinum trygt í netið.

2-0 og tað gjørdist ongantíð spenningur um útfallið, hóast ÍF kom eitt lítið sindur betri við seinni í hálvleikinum. Páll og KÍ vóru eisini í hopla, og 9'arin hjá KÍ hevði flottan fluktara, ið fór beint framvið, og eina aðra roynd á stongina.

Fleiri í bláum bjóðaðu seg eisini fram: Árni og Jóannes Danielsen sprutlaðu í høgru, Claes Kronberg noyddi Jákup Nolsøe Olsen at gera stórbjarging við skotið av brotsteigarmarkinum, men seint í 1. hálvleiki var tað ein ungur klaksvíkingur, sum økti: Jóhan Josephsen fekk møguleikan undir liðini á Pálli, og tá Patrick Da Silva rakti stongina við langskoti, var Jóhan mest til reiðar til returbóltin. 18-ára gamli áleyparin kundi stýra bóltin í málið við høvdinum, og eins og í fjør skoraði hann móti ÍF.

[object Object]Árni Frederiksberg og Jóhan Josephsen fegnast saman, eftir at ungi áleyparin í fjør hevði skorað sítt fyrsta mál fyri besta liðið hjá barndómsfelagnum - eisini móti ÍF (Savsmynd: Sverri Egholm)

3-0, og soleiðis endaði 2. hálvleikur eisini. KÍ hevði stóra yvirvág, og Mads Boe Mikkelsen økti, áðrenn Páll Klettskarð aftur slapp framat. Hann tryggjaði sær hattrikkið tjúgu minuttir fyri leiklok, tá hann var fyrstur á returbólti. Løtu seinni legði Jóannes Kalsø Danielsen ógvuliga væl inn fyri úr høgru, og Páll stútaði bóltin flott í longra málhornið til 6-0.

Hetta er annað árið á rað, at nú 33-ára gamli áleyparin byrjar Betrideildina við fýra málum, og at KÍ byrjar við stórsigri á heimavølli (7-0 móti TB í fjør) Góð byrjan hjá Haakon Lunov og hansara monnum - í dag verður væl størri roynd, tá KÍ vitjar B36 í Gundadali.

Betrideildin - 1. umfar 10. mars 2024

KÍ - ÍF 6-0 (3-0)

06' 1-0 Páll Klettskarð (Árni Frederiksberg)
11' 2-0 Páll Klettskarð (Árni Frederiksberg)
45' 3-0 Jóhan Josephsen
64' 4-0 Mads Boe Mikkelsen (Jákup B. Andreasen)
70' 5-0 Páll Klettskarð
79' 6-0 Páll Klettskarð (René Shaki Joensen)


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 10. mars 2024

42 Leygardagur 16. mars 2024

Áki og HB vunnu aftur 3-2

Klæmint Andrasson Olsen og Petur Knudsen skoraðu í teirra afturvendan til NSÍ, men tað var ikki nóg mikið í Gundadali, har ungu HB'arnir aftur gjørdu bart

Mett verður at tað kann gerast tætt millum HB og NSÍ á stigatalvuni í ár - higartil er HB sterkari (Mynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

HB hevur nú spælt tveir almennar dystir undir Adolfo Sormani, og liðið í reyðum og svørtum hevur longu prógvað - ella mótprógvað - ymiskt. Í stórsteypadystinum síðsta vikuskifti vann HB á KÍ, og í dag syfti liðið hjá Sormani NSÍ, sum nógv hava stórar væntanir til.

Betri deildin - 1. umfar 10. mars 2024

HB - NSÍ 3-2 (2-0)

15' 1-0 Áki D. Samuelsen (Eivind R. Mouritsen)
41' 2-0 Áki D. Samuelsen
52' 2-1 Klæmint Olsen (Petur Knudsen)
60' 3-1 Eivind R. Mouritsen (Hanus Sørensen)
81' 3-2 Petur Knudsen (br.)

Áki Samuelsen legði tó líka í tað. 19-ára gamli vongurin hevur nógv meira á sær nú, tá Adrian Justinussen er í Danmark, Mikkel Dahl er skaddur o.s.fr. Í 15. minutti tók Áki sær av frísparksinnleggi, Eivind Mouritsen royndi at stúta móti málinum, men legði av óavart av aftur til Áka, ið stutt inni í brotsteignum "møtti" bóltinum perfekt við høgra beininum. Bólturin fór heilt upp í longra málhorn: 1-0.

Fimm minuttir fyri hálvleik vunnu Eivind og Heðin Hansen bóltin miðskeiðis á NSÍ-hálvuni, og fingu hann yvir til Áka Samuelsen, sum hevði pláss í vinstru. Nummar 10 hjá HB rak inn í brotsteigin, og legði bóltin framvið Kristiani Joensen til 2-0.

[object Object]
NSÍ misti bóltin á miðvøllinum, og so revsaði Áki Samuelsen við kassa eitt (Mynd: Sverri Egholm)

[object Object]Nógvir ungir HB'arar á liðnum og teir kundu fegnast aftur eftir 2-0 málið (Mynd: Sverri Egholm)

HB var sum heild omaná, og hevði onkran annan stóran møguleika fyri steðgin. NSÍ beit tó eisini frá sær. Afturvendi Petur Knudsen var ikki so langt frá at javna, tá tað var 1-0, og eftir hálvan tíma rakti nýggi svenski miðvallarin Konrad Gustavsson stongina eftir gott álop.

Tað var uppá deyðbóltar, at NSÍ samanlagt hótti HB mest, og í 52. minutti fann Petur høvdið á Klæminti Andrasson Olsen við hornasparki úr høgru. 33-ára gamli rituvíkingurin legði afturat sínum mettalið og veruligur spenningur í aftur.

[object Object]
Klæmint Andrasson Olsen aftur í Betrideildini - sum liðskipari og málskjútti fyri barndómsfelagið NSÍ (Mynd: Sverri Egholm)

Fleiri myndir frá dystinum her

Tað gingu tó bert átta minuttir, so var 3-1. HB fekk nógv pláss í høgru. Hanus Sørensen, sum nú er á miðvøllinum, setti ferð á og legði útfrá til Eivind Restorff Mouritsen. 20-ára gamli miðvallarin skeyt fyrstu ferð, og umvegis eitt NSÍ bein fór bólturin í netið. Eitt sindur heppið, men effektivt. Eivind fær nú veruliga ábyrgd á besta liðnum hjá barndómsfelagnum, og var hann við í øllum málinum í dag. 

Adolfo Sormani og toymi høvdu valt júst teir somu ellivu, sum óvæntað vunnu á KÍ fyri átta døgum síðani. Talan var um sjey uppruna HB'arar, harav seks eru 22 ár ella yngri, og Samuel Johansen Chukwudi kom eisini inn. Allir arbeiddu gróthart, og teir vunnu aftur 3-2.

Dysturin gjørdist ógvuliga rótutur seinastu tjúgu minuttirnar, við millum annað fimm gulum kortum. Teir nýggju danirnir hjá HB spældu eina løtu, og NSÍ hótti framhaldandi við deyðbóltum. Við síðsta skotinum í dystinum umsetti Petur Knudsen brotsspark til mál. Brotssparkið var ivasamt og skuldi - av røttum - takast ummaftur, tá Teitur Matras Gestsson hevði verið av strikuni, tá hann bjargaði fyrra skotinum.

Mál frá Peturi og Klæminti, sum eru aftur í gulum: Teir skulu tó leita eftir fyrstu stigunum á heimavølli móti Skála leygarkvøldið (16/3) Friggjakvøldið spælir HB stórdyst í Sarpugerði. Higartil hevur liðið hjá Sormani víst skerpni og sterkan arbeiðsvilja - HB hevur trý stig og eitt steyp fyri avrikini í mars.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 10. mars 2024

43 Leygardagur 16. mars 2024

Ongantíð veruligur ivi um stigini

2-0 til Víking í ársins fyrsta dysti leygarkvøldið móti nógv broytta 07 Vestur-liðnum

Finnur Justinussen er vanur at skjóta mál, og gøtumaðurin gjørdi ársins fyrsta mál í Betrideildini, tá hann legði Víking á odda í Sørvági (Mynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

Víkingur kom á odda um miðjan fyrra hálvleik, økti tíðliga í øðrum hálvleiki og misnýtti millum annað brotsspark: 0-2 í ársins fyrsta dysti.

07 Vestur byrjaði rímiliga væl, men Víkingur hevði tikið yvir, áðrenn Finnur Justinussen um miðjan fyrra hálvleik sló til.

[object Object]Víkingur livdi upp til favorittleiklutin - her fegnast teir í ljósabláum um fyrra málið, sum Finnur Justinussen skoraði (Mynd: Sverri Egholm)

Tað var framhaldandi lív og spenningur í, men frá byrjan í seinna hálvleiki sat Víkingur tungt á uppgerðini í Sørvági, har 07 Vestur nú var verjukent. Útiliðið hótti, og í 58. minutti spældi Víkingur væl.

Gjøgnumbrot kom í vinstru, lívligi Ingi Jonhardsson legði væl innfyri, eftir at eyðsýndi Poul Kalssberg sendi hann avstað, og í málteignum var Sølvi Vatnhamar fríur. Málverjin bjargaði væl, men royndi revurin úr Leirvík fekk prikað returbóltin í málið.

Sí eisini: Myndir: 07 Vestur - Víkingur

0-2 og so varð næstan bara spurningur um hvussu nógv. 07 Vestur - við einari blanding av nýggjum útlendingum og rímiliga ungum lokalum - var so at siga tannleyst fram eftir, eftir steðgin.

Víkingur spældi trygt og skapti eisini nakrar møguleikar til 0-3. Tann størsti var brotssparkið um miðjan seinna hálvleik. Toppskjúttin og ársins spælari í fjør hevði longu eitt mál og upplegg, men Sølvi Vatnhamar skeyt ikki so væl úr ellivu metrum, og Sebastian John í 07 Vestur-málinum bjargaði.

[object Object](Mynd: Sverri Egholm)

Betri deildin 1. umfar, 9. mars 2024
07 Vestur - Víkingur 0-2 (0-1)
23' 0-1 Finnur Justinussen (Sølvi Vatnhamar)
58' 0-2 Sølvi Vatnhamar (Ingi Jonhardsson)


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 09. mars 2024

44 Leygardagur 16. mars 2024

Nýggju menninir hjá B36 gjørdu av álvara bart

Áleyparin Zean Dalügge skoraði tvey mál, og Marius Kryger Lindh skoraði og legði upp í sannførandi sigrinum á Svangaskarði

0-3 á Svangaskarði (Mynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

B36 hevur heintað átta nýggjar spælarar í vetur, og í 1. umfari avgjørdu tveir danskir álopskendir spælarar, meðan aðrir sóu heilt stinnir.

Betri deildin - 1. umfar 10. mars 2024

B68 - B36 0-3 (0-1)

06' 0-1 Zean Peetz Dalügge
48' 0-2 Marius Kryger Lindh (Andrass Johansen)
74' 0-3 Zean Peetz Dalügge (Andrass Johansen)

Bert fimm minuttir vóru spældir, tá Marius Kryger Lindh varð sendur avstað í høgru. Vongurin legði flatt og beinrakið innfyri til Zean Dalügge. 20-ára gamli danin setti innarusíðuna á, og so var 1-0.

Bakkarnir hjá B68 - tvíburðarnir Bárður Ólavsson Jensen og Aleksandur Jensen - vóru ofta um ein háls av kviku vongspælarunum hjá B36. Fyrrverandi AB-spælararnir góvu sum heild teimum í reyðum høvuðbrýggj, men tað manglaði tað síðsta hjá Bjarka Nielsen.

Marius Kryger Lindh skoraði sjálvur tíðliga í 2. hálvleiki. Tað burdi helst verið meira enn 0-1 í steðginum á Svangaskarði, tí teir í hvítum og svørtum spældu væl og høvdu sínari møguleikar. B36 rakti millum annað tvørtræðið, og neyðugt varð hjá B68 at bjarga á strikuni.

[object Object]
Andrass Johansen vinnur bóltin fyri B36 (Mynd: Sverri Egholm)

Sí fleiri myndir her

Menninir hjá Jákup á Borg hóttu ikki veruliga sigurin hjá B36 eftir 0-2 málið, hóast millum annað innskifti Jóhann Hansson Joensen royndi. Tað var ikki eins flótandi og sannførandi hjá B36 seinasta hálvan tíman, men nýggi áleyparin hjá havnarfelagnum gjørdi aftur bart í 74. minutti og stongdi hurðina.

Ógvuliga góð byrjan hjá Zean Dalügge, sum B36 hevur leigað úr Vendsyssel. Hann var lívligur, og sum heild so kunnu trý mál og trý stig á Svangasakarði vera ógvuliga nøktandi fyri Dan Brimsvík. Hetta eisini tí at nýggju norðurlendsku verjuspælararnir sóu góðir út: Thomas Lillo og Vilmer Rønnberg vardu brotsteigin væl saman við millum annað Jelle van der Heyden, og allir sóu væl út við bóltinum.

B68 fekk ikki heilt bjóðað av, hóast onkrar góðar støður vóru, tá tað var 0-1. Liðið av Toftum skal hava stig í øðrum dystum - B36 fær seg av álvara roynt, tá KÍ vitjar í kvøld.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 10. mars 2024

45 Leygardagur 16. mars 2024

Skála var sannførandi í sínari afturvendan

2-0 eftir eitt korter móti EB/Streymi, ið hevði eitt marrukvøld við stórum mistøkum Undir Mýruhjalla, og tað endaði 3-0. Jan Ingason Hansen skoraði tvær ferðir og nýggi maðurin Ragnar Skála sló til beinanvegin

Skálamaðurin Jan Ingason Hansen var tvífaldur málskjútti á Skála, tá hann kaldliga revsaði mistøkunum hjá EB/Streymi. Her í nærdysti við millum annað Ragnar Skála, sum nú spælir í appelsinlittum (Savnsmynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

Skála er aftur í Betrideildini eftir stuttan steðg í 1. deild, og teir appelsinlittu ætla sær avgjørt ikki niður aftur. Hetta varð staðfest, tá liðið hjá Paula Poulsen vann trygt á EB/Streymi í góðveðri og frammanfyri rímiliga stórari áskoðarafjøld Undir Mýruhjalla sunnukvøldið.

Bert tveir minuttir vóru farnir, tá misskiljing var millum málverjan Jóannes Davidsen og ein EB/Streyma-verjuspælara. Ragnar Skála smoygdi sær ímillum við bóltinum, og nýggi miðvallarin, ið er komin av Argjum, kundi lættliga leggja Skála á odda 1-0.

Ein annar nýggur Skála-miðvallari, danin Nicolai Dohn, stóð eisini sterkur í myndini, og sum heild var talan um gott liðavrik hjá heimaliðnum. Hinvegin helt marrubyrjanin hjá EB/Streymi fram, tá miðverjin Mikkjal Hellisá gjørdi brotsspark. Armurin var á bóltinum, og Jan Ingason Hansen umsetti til mál. 16 minuttir og 2-0.

[object Object]
Jan Ingason Hansen varð tvífaldur málskjútti í fyrsta dystinum hjá Skála aftur í Betrideildini (Savnsmynd: Sverri Egholm)

26-ára gamli skálamaðurin gjørdist tvífaldur málskjútti miðskeiðis í 2. hálvleiki. Hetta var eisini eftir stórt mistak hjá útiliðnum: Jóannes Davidsen royndi at spæla út til ein av sínum miðvallaraum, men bólturin endaði hjá Jan, ið var púra kaldur og sendi bóltin í tóma málið úr smáum 30 metrum.

Tá spældi EB/Streymur við tíggju monnum. Mikkjal Hellisá, ið var liðformaður ístaðin fyri leikbannaða Andras Olsen, fekk beinleiðis reytt kort fyri neyðbremsu beinanvegin í 2. hálvleiki. Mótbrekkan gjørdist harvið tyngri, og lítið bit var í hjá EB/Streymi restina av dystinum, og tapið kundi verið størri. Skála spældi seg til fleiri vandamiklar støður og hevði fult tamarhald á.

Útiliðið hevði annars havt nakrar støður fyri steðgin. Liðið er framvegis uttan Boubacar Dabo (loyvir) og skal spælast heilt saman - nógvir ungir mans eru, og eisini fleiri nýggir. Lyklauppgerð er á heimavøll móti B68 um eina viku. Skála tekur tey trý stigini við yvirum fjørð til spennandi grannaupgerð móti NSÍ leygarkvøldið.

Betri deildin - 1. umfar 10. mars
Skála ÍF - EB/Streymur 3-0 (2-0)

03' 1-0 Ragnar Skála
17' 2-0 Jan Hansen
67' 3-0 Jan Hansen

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 10. mars 2024

46 Leygardagur 16. mars 2024

Ikki so nógv nýtt í landsliðshópinum

Men fleiri, ið ikki hava spælt so nógv á A-landsliðnum enn, fáa helst møguleikan til hesar venjingardystirnar í mars. Håkan Ericson var sum heild annars ikki nøgdur við 2023

- Í mun til stig, so var tað ikki nøktandi, og vit eru serliga vónsviknir av, at vit ikki fingu meira burturúr móti Moldova (...) vit skulu gerast betri frameftir vøllinum í ár og finna røttu balansuna. Soleiðis segði Håkan Ericson millum annað á tíðindafundinum á Tórsvølli fyrrapartin (Mynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

- Í mun til stig, so var tað ikki nøktandi, og vit eru serliga vónsviknir av, at vit ikki fingu meira burturúr móti Moldova. Tað var eitt lið, sum stóð seg nógv betri enn væntað í undankappingini. Vit eru sum heild væl nøgdir við verjupartin, har vit bert lata 13 mál inn, men tað er eingin loyna, at vit skapa ov lítið frameftir. Hetta skal betrast í 2024, og vit skulu finna balansuna millum at verja væl og at hótta hinvegin.

Soleiðis tók Håkan Ericson stutt saman um landsliðsárið 2023 á úttøkutíðindafundinum mánadagin. Sviin lýsti sítt fjórða ár í sessinum sum eitt tungt ár. Føroyar byrjaðu EM-undankappingina við 1-1 dysti í Moldova í og endaðu við góðum javnleiki í Albania 20. november. Millum har spældu Føroyar átta dystir - seks undankappingardystir og tveir venjingardystir. Liðið tapti allar hesar og skoraði bert eitt mál.

[object Object]Mynd: Sverri Egholm

[object Object]Føroyar taptu millum annað móti Moldova í fjør (0-1) Odmar Færø sæst her húkandi - miðverjin er ikki tøkur vegna skaða hesaferð (Mynd: Jens Kr. Vang)

Í 2024 snýr tað seg um fýra venjingardystir í fyrru hálvu og seks Nations League-dystir í heyst og um at flyta seg sum lið. Tað eru tó eini tíggju leikarar, sum hava verið meira ella minni fastur, tá teir hava verið tøkir seinastu árini, sum ikki eru við hesaferð:

Heini Vatnsdal, skaddur
Ári Mohr Jónsson, skaddur
Jóannes Kalsø Danielsen, persónligar orsøkir kann tó møguliga koma við
Jákup Biskopstø Andreasen, persónligar orsøkir
Hallur Hansson, skaddur
Jóannes Bjartalíð, skaddur
Meinhard Egilsson Olsen, á veg aftur frá krossbandsskaða
Patrik Johannesen, á veg aftur frá krossbandsskaða
Gilli Rólantsson Sørensen, spælir í 1. deild
Sonni Ragnar Nattestad, uttan felag síðani november

Við øllum hesum, so var tað lagt upp til nógvar broytingar í hópinum. Arnbjørn Svensson úr Víkingi varð einasta heilt nýggja navnið, sum Håkan Ericson las upp á tíðindafundinum á Tórsvølli mánadagin. 24-ára gamli gøtumaðurin hevur verið fastur maður á barndómsfelagnum seinastu árini, og í steypafinaluni í 2022 og í fjør gjørdi Arnbjørn veruliga vart við seg sum miðverji.

[object Object]
Arnbjørn Svensson, saman við systurini Jacobu Svensdóttir til úttøkuna. 24-ára gamli gøtumaðurin kann eftir flott avrik í Sarpugerði nú sleppa at royna seg í A-landshøpi (Mynd: Sverri Egholm)

Arnbjørn Svensson er tó úttikin sum miðvallari, ið hann upprunaliga er. Hann skal helst eisini við hesaferð fyri at venja seg við A-landsliðið. Róð hevur eisini verið framundir, at ein annar nýggjur víkingur kundi verða úttikin. Tað gjørdist tó ikki hesaferð, at skjóti og framfýsni vinstri bakkurin Ingi Jonhardsson kom við: Nú Ari Mohr Jónsson var úti, valdu landsliðsvenjararnir tveir tekniskt sterkar vinstra bakkar, ið hava nakrar fáar A-landsdystir samanlagt.

Hópurin til venjignardystirnar móti Liktinstein og Danmark:

Málverjar: 
Teitur Matras Gestsson, HB 
Mattias Lamhauge, FC Fredericia (Danmark)
Bárður á Reynatrøð, Víkingur

Verjuspælarar: 
Hanus Sørensen, HB
Viljormur Davidsen, HB
Daniel Johansen, Thisted FC (Danmark)
Magnus Egilsson, B36
Bartal Wardum, HB
Andrias Edmundsson, MKS Chojniczanka (Poland)
Hørður Askham, AB (Danmark)

Miðvallarar:
Gunnar Vatnhamar, Vikingur Reykjavík (Ísland)
Mads Boe Mikkelsen, KÍ
Arnbjørn Svensson, Víkingur - heilt nýggir í A-landsliðshøpi
Sølvi Vatnhamar, Víkingur
René Shaki Joensen, KÍ
Brandur Hendriksson Olsen, Fredrikstad FK (Noreg)
Adrian Rúnason Justinussen, Hillerød Fodbold (Danmark)
Andrass Johansen, B36
Hannes Agnarsson, B36

Áleyparar:
Pætur Petersen, KÍ
Klæmint Andrasson Olsen, NSÍ
Petur Knudsen, NSÍ
Jóan Símun Edmundsson, FC Shkupi (Norðurmakedonia)

[object Object]
(Mynd: Sverri Egholm)

Umframt Daniel Johansen og Magnus Egilsson, eru Teitur Matras Gestsson, Bartal Wardum og Hannes Agnarsson við aftur í landsliðshópinum. Harvið eru flestu broytingarnar í verjuni. Hanus Sørensen, ið seinast var við sum miðvallari, og sum nú spælir á HB-miðvøllinum, er nú úttikin sum bakkur. Í roynd og veru sum tann einasti høgri bakkurin. Har eru tó fleiri spælarar við, ið kunnu spæla fleiri pláss.

Spennandi verður, hvussu spælminuttirnir í teimum báðum venjingardystunum verður býttir millum málverjarnar. Teitur Matras Gestsson var fyrstaval, til hann bleiv skaddur í landsdysti í juni í fjør. Mattias Lamhauge spældi mest í 2023, og bæði hann og Bárður á Reynatrøð loystu sum so uppgávuna ógvuliga væl, tá teir fingu møguleikan. Nú eru allir tríggir við. Bjarti Vitalis Mørk, ið nú er fyrstimálverji hjá B36, er beint uttanfyri.

[object Object]
Teitur Matras Gestsson er aftur á landsliðnum og skal taka kappingina upp við Mattias Lamhauge og Bárð á Reynatrøð (Mynd: Sverri Egholm)

[object Object]
Magnus Egilsson hevur ikki spælt landsliðsminuttir síðani í HB-tíðini (2019) Hann var tó á bonkinum til ein dyst í fjør. Jóannes Kalsø Danielsen hevur givið avboð hesaferð, og nógvar broytingar eru harvið á bakkplássunum (Mynd: Jens Kr. Vang)

At Páll Andrasson Klettskarð er uttan fyri ætlaninar hjá landsliðsvenjaratoyminum fekst aftur sjón fyri søgn hesaferð. Teir somu fýra spælararnir, ið vórðu úttiknir sum áleyparar til dystirnar í heyst, eru allir við - tríggir av teimum spæla nú aftur í Føroyum. Umframt hetta er Hannes Agnarsson við aftur í hópinum.

Håkan Ericson hevur enn somu grundgevingar dagin eftir fýra-máls dystin hjá Pálli fyri KÍ móti ÍF: Hann vil sum útgangspunkt bert taka ein áleypara við, sum er ein veruligur 9'ari (boksspælari), og har er metmálskjúttin Klæmint Andrasson Olsen frammanfyri klaksvíkingin. Í viðtalu við FM1 vísti Håkan Ericson eisini á, at Páll Klettskarð í KÍ hevur millum annað Árna Frederiksberg at leggja upp til sín. Hví hetta skal vera ein grundgeving ímóti einari úttøku, kann tykjast løgið.

U21-landsliðið spælir eisini seinni í mars. Tað er ein torførur dystur í Portugal, so har er tørvur á øllum kreftum. Tí hevði tað ikki givið so nógva meining at fáa spælarar, ið eru tøkir til U21, við hesaferð. 

Stefan Radosavljevic var fleiri ferðir við í fjør, men 23-ára gamli miðvallarin var ikki á listanum í dag. Hann hevur spælt ógvuliga lítið í uppstartinum og í byrjanini av kappingarárinum hjá Sligo Rovers.

Føroyar spæla móti Liktinstein á venjingarleguni í Marbella (22. mars) 26. mars tekur Danmark ímóti á Brøndby Stadium.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 11. mars 2024

47 Leygardagur 16. mars 2024

Jann Benjaminsen er eisini boðsendur

27-ára gamli B36-bakkurin er úttikin sum 24. maðurin til venjingardystirnar hjá Føroyum móti Liktinstein og Danmark. Jann hevur spælt ein A-landsdyst

Jann Benjaminsen í november 2022, tá hann varð úttikin á A-landsliðið á fyrsta sinni (Mynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

Til landsliðsúttøkuna mánadagin vórðu 23 nøvn avdúkað til venjingardystirnar í Spania, og til venjingardystirnar móti Liktinstein og Danmark.

Håkan Ericson segði tá, at eitt pláss tóð eitt sindur opið. Hetta var fyrst og fremst til Jóannes Kalsø Danielsen. Kona hansara stendur til at eiga í næstum.

Nú er tó greitt, at Jann Benjaminsen fær tað seinasta pláss sum bakkur. Hesum boðar FSF frá í gjár:

- Jann Julin Benjaminsen úr B36 verður 24. maðurin í landsliðshópinum, sum mánadagin í komandi viku fer á venjingarlegu í Marbella í Spania. 27 ára gamli nesmaðurin, ið er uppvaksin í B68, men fyri tað mesta hevur spælt vaksnamannafótbólt við NSÍ, er higartil skrásettur fyri ein A-landsdyst fyri Føroyar. Tað var í november í 2022, tá Kosovo og Føroya spældu javnleik 1-1 á Fadil Vokrri stadion í Pristina.

[object Object]
Jann Benjaminsen er vorðin lyklaleikari og eisini liðformaður hjá B36 (Savnsmynd: Sverri Egholm) 

Jann Benjaminsen er 27-ára gamal og er farin undir sítt annað kappingarár í B36, sum hann kom til eftir eitt ár í Hødd í Noreg. Jann kann millum annað røkja bæði bakkplássini, og var hann liðformaður, tá B36 byrjaði kappingarárið við sigri á B68.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 15. mars 2024

48 Leygardagur 16. mars 2024

Hesar hevur Hjulmand úttikið til dystin móti Føroyum

26 spælarar eru í danska í hópinum, og allir spæla á høgum stigi. Danmark tekur ímóti Føroyum í Brøndby 26. mars - tríggjar dagar áðrenn vitjar Sveis í Parkini

Kasper Hjulmand kunngjørdi hópin til dystirnar týsdagin (Mynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

Danmark tekur ímóti Sveis í Parkini 23. mars, og tríggjar dagar seinni - týsdagin 26 - vitjar føroyska manslandsliðið í Brøndby.

Talan er um venjingardystir, og hjá dønum er tað kærkomin fyrireiking til EM-endaspælið í Týsklandi í summar.

Kasper Hjulmand, danskur landsliðsvenjari, kunngjørdi hópin til dystirnar týsdagin. Hann líkist nógv nógvum av teimum undanfarnu - eisini teimum til dystirnar móti Føroyum í EM-undankappingini í 2021.

Spælararnir hjá Danmark spæla til dagliga í stórum feløgum í Onglandi, Spania, Italia, Týsklandi, Fraklandi, Portugal, Belgia, Turkalandi og Danmark.

Málverjar: 
Kasper Schmeichel, RSC Anderlecht
Frederik Rønnow, Union Berlin
Mads Hermansen, Leicester City

Verjuspælarar:
Andreas Christensen, FC Barcelona
Simon Kjær, AC Milan
Jannik Vestergaard, Leicester City
Joachim Andersen, Crystal Palace
Victor Nelsson, Galatasaray SK
Joakim Mæhle, WfL Wolfsburg
Victor Kristiansen, Bologna F.C
Alexander Bah, SL Benfica
Elias Jehlert, FCK

Miðvallarar:
Christian Eriksen, Manchester United
Thomas Delaney, RSC Anderlecht
Pierre-Emile Højbjerg, Tottenham Hotspur
Mathias Jensen, Brentford F.C
Christian Nørgaard, Brentford F.C
Morten Hjulmand, Sporting

Kantar og áleyparar:
Rasmus Højlund, Manchester United
Jonas Wind, WfL Wolfsburg
Andreas Skov Olsen, Club Brügge
Anders Dreyer, Club Brügge
Yussuf Poulsen, RB Leipzig
Mohamed Daramy, Stade Reims
Mikkel Damsgaard, Brentford F.C
Kasper Dolberg, RSC Anderlecht

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 13. mars 2024

49 Leygardagur 16. mars 2024

U21: Ejvind er nýggjur í hópinum

HB-miðvallarin er millum teir tjúgu úttiknu til stóru uppgávuna í Portugal. Samuel Chukwudi, Áki Johannesen og Jørgen Nielsen eru ikki tøkir

Ejvind Restorff Mouritsen hevur higartil fingið nógva spælitíð í HB, tveir sigrar, eitt mál og nú eitt U21-landsliðspláss fyri fyrstu ferð (Savnsmynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

Føroyska U21-landsliðið hevur 21. mars risastóra uppgávu á skránni í Portugal, tá hol verður sett á seinnu hálvu og seinna árið av undankappingini til EM 2025.

Eyðun Klakstein kunngjørdi mánadagin hópin, sum hann og Atli Gregersen hava tikið út. Teir allarflestu av teimum tjúgu spæla fast í Betrideildini - fýra spæla uttanlands.

Hópurin:

Málverjar:
Ari í Haraldsstovu Petersen, KÍ
Jóannes Davidsen, EB/Streymur

Verjuspælarar:
Børge Petersen, KÍ
Elias Rusborg, HB
Signar á Brúnni, Víkingur
Bergur Poulsen, EB/Streymur
Ási Dam, HB
Martin Agnarsson, Viborg FF (Danmark)
Jákup Norðoy Vilhelmsen, KÍ

Miðvallarar:
Noah Hans Mneney Bryne (Noreg)
Gullbrandur Øregaard, Sandnes Ulf (Noreg)
Aron Jarnskor Ellingsgaard, Víkingur
Heini Fossdalsá Sørensen Thisted (Danmark)
Jónas Warner, B68
Ejvind Restorff Mouritsen, HB

Kantar og áleyparar: 
Jens Erik Bruhn, EB/Streymur
Áki Samuelsen, HB
Olaf Bárðarson, Víkingur
Gutti Dahl-Olsen, B36
Poul Kallsberg, Víkingur

[object Object]
Eyðun Klakstein  (Mynd: Sverri Egholm)

Hetta líkist nógv tí, sum vit sóu í fjør. Tríggir sentralir spælarar mangla tó: Samuel Johansen Chukwudi og Áki Johannesen eru við at koma fyri seg eftir skaðar, men eru ikki til reiðar at spæla ein slíkan dyst. Jørgen Nielsen hevur leikbann - og er eisini skaddur. 

Tann heilt nýggi maðurin í hópinum er HB-miðvallarin Ejvind Restorff Mouritsen. Hann byrjaði inni og skoraði í sigrinum á NSÍ í 1. umfari í gjár, og spældi eisini fulla tíð í stórsteypadystinum. 20-ára gamli miðvallarin hevur tikið av sínum møguleika, og nú fær havnarmaðurin seg royndan í landsliðshøpi.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 11. mars 2024

50 Leygardagur 16. mars 2024

Sonni Ragnar aftur í 07 Vestur

Sum væntað hevur 29-ára gamli miðverjin skrivað undir sáttmála í Sørvági. Sonni Ragnar Nattestad hevur spælt 47 A-landsdystir, síðani hann síðst var í felagnum

Sonni Ragnar Nattestad hevur spælt við B36 trý av teimum seinastu árunum. Miðvingurin spældi seinast við 07 Vestur í 2012 (Savnsmynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

Hóskvøldið kundi 07Vestur boðað frá tí, sum nógv fótbóltsáhugað høvdu roknað við frammanundan, nevniliga at felagið hevur skrivað sáttmála við fyrrverandi landsliðsleikaran, Sonna Ragnar Nattestad.

Hann verður sostatt 11. nýggi leikarin, sum kom til felagið í vetur og fram til flytingargluggin lat aftur.

[object Object]
Steffan Landro, venjari, segði við Televarpið í vikuskiftinum, at hann ógvuliga gjarna vildi hava Sonna Ragnar Nattestad í hópin, og nú er tað veruleiki (Mynd: 07 Vestur)

- Síðani hann seinast spældi við okkum er nógv vatn runnið í ánna. Sonni Ragnar hevur spælt víða hvar. Tá ið hann fór frá okkum, byrjaði hann yrkisleiðina uttanlands við FC Midtjylland. Hetta var í 2012. Á yrkisleiðini hevur hann spælt við liðum sum AC Horsens, Aalesund, FC Fredericia og Vejle. Hann kom heim aftur til B36; fyrst í 2020 og síðani í 2022, tá ið hann hevði spælt við Dundalk í Írlandi.

Høgi miðverji hevur spælt 47 dystir á A-landsliðnum. Sonni Ragnar Nattestad hevur spælt nógv í Betrideildini seinastu árini og kann blíva ein veruligur fongur fyri 07 Vestur. Felagið fegnast eisini stórliga um seinastu undirskriftina.

Liðið spælir í Fuglafirði sunnudagin. 07 Vestur hevur fingið 10 nýggjar útlendskar spælarar í vetur, og nú er hópurin hjá Steffan Landro komin uppá pláss.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 14. mars 2024

51 Leygardagur 16. mars 2024

Yvir 150 dystir fyri Brøndby: Nú í 07 Vestur

Frederik Holst er í góðum fótbóltsaldri, og hevur nógvar royndir á høgum stigi - serliga í Norðanlondum. Nú verður 28-ára gamli danski miðvallarin at síggja í Betrideildini

Steffen Landro og Frederik Holst saman í Sørvági. Hetta kann gerast veruligur fongur hjá 07 Vestur - Holst hevur ein langan lista av dystum á høgrum stigi (Mynd: 07 Vestur)
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

07 Vestur hevur skrivað undir sáttmála við spælara, sum nokk hevur flottari CV og royndir enn flest aðrir spælarar hava havt í føroysku kappingini.

Soleiðis skrivaði 07 Vestur tá tað var greitt, at sáttmáli er undirskrivaður millum felagið og Frederik Holst

28 ára gamli danin hevur nógvar royndir á hægsta stigi. Hann var eitt stórt talent í stórfelagnum Brøndby IF, og byrjaði longu sum 17 ára gamal inni á besta liðnum - sum tá tann yngsti nakrantíð í søguni hjá felagnum. Holst spældi eisini samanlagt yvir 70 U-landsdystir fyri øll U-landsliðini hjá Danmark, harav 22 U21-landsdystir.

Miðvallarin var leingi fastur maður í Brøndby, og gjørdist talan um 155 dystir fyri besta liðið hjá Brøndby. Síðani varð Fredrik Holst seldur til Sparta Rotterdam í bestu niðurlendsku deildini, og spældi Holst 30 dystir ta eina kappingarárið í Niðurlondum.

[object Object]
Umframt at hava spælt nakað yvir 200 dystir í fremstu norðurlendsku deildunum, hevur 28-ára gamli miðvallarin roynt seg í Niðurlondum 

Leiðin gekk síðani til Elfsborg í Allsvenskan, og har gjørdist talan um yvir 100 dystir. Frederik Holst hevur eisini umboðað Helsingborgs IF í Svøríki, Lillestrøm í Noregi, og seinast hevur hann havt nakrar dystir í Rumenia. Samanlagt hevur nýggi 07 Vestur spælarin 20 dystir í Europa league og Conference league

- Talan er um ein sera aggresivan og hartarbeiðandi spælara. Hann spælir á verjukenda miðvøllinum og kann eisini spæla sum høgri bakkur, skrivar 07 Vestur.

Frederik Holst er tann tíggjundi útlendski spælarin, ið kemur til 07 Vestur í vetur, og greitt tann við best "CV".

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 12. mars 2024

52 Leygardagur 16. mars 2024

Aron er eisini aftur í NSÍ

24-ára gamli miðvallarin spældi við B36 í fjør, og er sjeyndi nýggi spælarin í NSÍ-hópinum. Partarnir hava gjørt ein eitt-ára sáttmála

Aron Knudsen skoraði í steypafinaluni móti B36 í 2021. Síðani hevur hann næstan ikki spælt fyri NSÍ - tað skal hann í 2024, nú miðvallarin vendir aftur úr B36 (Savnsmynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

Áðrenn flytingarvindeygað lat aftur, tryggjaði NSÍ sær enn ein spælara. Eins og Klæmint Andrasson Olsen og Petur Knudsen, hevur hann eina fortíð í felagnum.

Talan er um yngra beiggjan hjá Petur. Aron Knudsen fekk sítt gjøgnumbrot í Betrideildini í 2020, bygdi á í 2021 men fekk so ein álvarsaman skaða í lærkrikan og var úti í nógvar mánaðar.

Eftir niðurflytingina í 2022 skifti Aron Knudsen til B36. Har er hann skrásettur fyri 32 dystir við besta liðnum, men minni enn helmingurin var frá byrjan.

[object Object]
Aron Knudsen skoraði í steypafinaluni móti B36 í 2021. Síðani hevur hann næstan ikki spælt fyri NSÍ - tað skal hann í 2024, nú miðvallarin vendir aftur úr B36 (Savnsmynd: Sverri Egholm)

Harvið vildi Aron hava meira spælitíð, og hóast hann hevði sáttmála við B36 fyri 2024, so endaði 24-ára gamli vinstrabeinti miðvallarin aftur í NSÍ.

Aron Knudsen hevur samanlagt 80 dystir og 12 mál á hægsta stigi í Føroyum. Hann hevur gjørt ein eitt-ára sáttmála við barndómsfelagið.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 15. mars 2024

53 Leygardagur 16. mars 2024

EB/Streymur hevur styrkt um miðvøllin

Emil Weihe Joensen var ársins stjørnuskot hjá B36 í fjør, og Rói Olsen er aftur í barndómsfelagnum

20-ára gamli Emil Weihe Joensen fer at spæla við sínum fjórða felagið í fýra ár (Savnsynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

EB/Streymur hevur í vetur millum annað mist Boga Reinert-Petersen og Dánjal Godtfred, ið vóru profilar á sentrala miðvøllinum í fjør.

Rógvi Egilstoft Nielsen verður nú helst meira fast á miðvøllinum, og stutt áðrenn kunngjørdi EB/Streymur tveir nýggjar sentralar miðvallarar. 

Tann eini er kendur í felagnum: Eftir eitt ár við FC Hoyvík í 1. deild er Rói Olsen aftur í EB/Streymi. 27-ára gamli víkarmaðurin hevur spælt 168 dystir fyri besta lið felagsins.

20-ára gamli Emil Weihe Joensen hevur spælt trý ár í bestu deildini: Í 2021 við ÍF, í 2022 á Skála og í fjør við B36, har havnarmaðurin gjørdist ársins stjørnuskot. Samanlagt hevur Emil 66 dystir og 6 mál í Betrideildini.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 10. mars 2024

54 Leygardagur 16. mars 2024

EB/Streymur hevur leigað miðvallara úr Helsingør

20-ára gamli Robert Marcus hevur longu spælt yvir tjúgu dystir í næstbestu donsku deildini. Hann skal styrkja um miðvøllinum hjá EB/Streymi í fyrru hálvu

Robert verður lýstur sum ein hart arbeiðandi og sterkur miðvallaleikari við stórum evnum (Mynd: EB/Streymur)
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

EB/Streymur misti í vetur millum annað Boga Reinert-Petersen og Dánjal Godtfred, umframt Markus Hellisdal, og hevur harvið havt tørv á styrki til sentrala miðvøllin.

Í síðstu viku varð kunngjørt, at Rói Olsen og Emil Weihe Joensen høvdu skrivað undir sáttmála í Streymnesi, og á seinasta degi í flytingarvindeyganum gjørdist greitt, at ein danskur miðvallari verður lagdur afturat hópinum hjá EB/Streymi.

- Robert Marcus er 20 ára gamal og hevur longu 20 dystir í næstbestu donsku deildini, hóast sín unga aldur. Robert verður lýstur sum ein hart arbeiðandi og sterkur miðvallaleikari við stórum evnum.

Soleiðis skrivar EB/Streymur á síðu sínari, har FC Helsingør eisini fær eina tøkk. Hetta tí at Robert Marcus er leigaður úr danska felagnum.

Í fyrstu syftu er talan um eina avtalu, ið er galdandi til 30. juni. Hetta staðfestir FC Helsingør á heimasíðu sínari, har tað eisini verður gjørt greitt, at felagið hevur stórar vónir til Marcus.

Sum EB/Strymur skrivar, so hevur miðvallarin spælt nakað á besta liðnum hjá Helsingør. Samanlagt er talan um 28 dystir - í øllum kappingum.

Robert Marcus verður helst at síggja á vøllinum í Streymnesi, tá EB/Streymur tekur ímóti B68 sunnudagin klokkan 19.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 15. mars 2024

55 Leygardagur 16. mars 2024

07 Vestur styrkir seg við svenskum verjuspælara

Talan er um 25-ára gamla Erik Gunnarsson

Seinastu árini hevur vinstrabeinti miðverjin spælt við Utsiktens BK í næst- og triðbestu deildini í Svøríki. Har hevur samanlagt spælt 153 dystir (Mynd: 07 vestur.fo)
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

Í vetur hevur 07 Vestur heintað átta nýggjar útlendskar spælarar til hópin, og nú áðrenn flytingarvindeygað lat aftur, leggjast tveir skandinaviskir spælarar afturat.

Tann fyrri varð kunngjørdur mánakvøldið. Talan er um 25 ára gaml Erik Gunnarson. Sum 07 Vestur vísir á, so hevur hann rímiliga nógvar royndir úr næst- og triðbestu deildini í Svøríki.

- Erik spældi ungdómsfótbólt við IFK Gøteborg. Hann hevur 61 dystir fyri U19 og U21 liðini hjá IFK. Eisini fekk hann nakrar dystir á svenska ungdómslandsliðunum. Seinastu árini hevur hann spælt við Utsiktens BK í næst- og triðbestu deildini í Svøríki. Har hevur hann samanlagt spælt 153 dystir.

Gunnarson er skrásettur fyri 90 dystir í triðbestu deildini í heimlandinum, 53 í Superettan (næstbestu deildini), 11 steypadystir og tveir í Allsvenskan. Sostatt er talan um ein rættuliga royndan miðverja, sum eisini kann spæla sum vinstri bakkur. Við hansara royndum kemur Erik Gunnarson heilt vist at styrkja um verjupartin hjá 07 Vestur, skrivar felagið. Hann er byrjaður at venja við hópinum hjá 07 Vestur.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 12. mars 2024

56 Leygardagur 16. mars 2024

Jhon Mena er aftur í Fuglafirði

27-ára gamli áleyparin úr Kolumbia órógvaði nógvar verjur í fjør. Hann hevur ikki vant við í vetur, men nú hava Mena og ÍF gjørt nýggjan sáttmála

25 dystir og fýra mál í 2023. Hóast tølini ikki eru millum tey bestu í deildini, gjørdi áleyparin við áhaldni og arbeiðssemi á vøllinum seg til ein týdningarmiklan part av, at liðið ikki flutti niður seinasta kappingarár (Savnsmynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

ÍF byrjaði kappingarárið við 6-0 tapi í Klaksvík. Nøkur ivamál hava verið um, hvørt ÍF manglar millum annað ferð á liðnum, í mun til í fjør, og um breiddin er har til tað, ið helst verður eitt hart stríð í niðaru hálvu av stigatalvuni.

Jhon Mena kom til felagið síðsta vetur, og álopskendi kolumbianski spælarin vísti beinanvegin, at hann kundi hótta við sínari ferð, sínari styrki og sínum ídni.

Mena skoraði ikki so nógv mál, og hetta viðurkennir ÍF, nú felagið hevur gjørt nýggjan sáttmála við leikaran.

- 25 dystir og 4 mál í 2023. Hóast tølini ikki eru millum tey bestu í deildini, gjørdi hann við áhaldni og arbeiðssemi á vøllinum seg til ein týdningarmiklan part av at liðið ikki flutti niður seinasta kappingarár.

Jhon Mena hevur ikki verið í Føroyum í vetur, men nú beint fyri, at flytingarvindeygað lat aftur, gjørdist greitt, at hann aftur skal spæla fyri ÍF. Hetta kann gerast týdningarmikið fyri liðið, sum júst helt sær uppi í fjør, og Aleksandar Jovevic kann millum annað velja at para Mena saman við Uros Stojanov.

Arbeiðsloyvi og annað skulu tó koma uppá pláss, og Mena kann í øllum førum ikki spæla sunnudagin móti 07 Vestur. Eftir hetta umfarið er landsliðssteðgurin. 


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 14. mars 2024

57 Leygardagur 16. mars 2024

Føroyar og Lettland leggja fyri á Tórsvølli

Sunnudagin 17. mars byrjar EM-undankappingin fyri U17 gentur í Føroyum. Fyrsti dysturin er Føroyar móti Lettlandi klokkan 13

Føroysku genturnar skulu royna seg í EM-undankapping á heimavølli. Samanlagt seks dystir vera uppá seks dagar (Mynd: Fótbóltssamband Føroya)
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

Sunnudagin 17. mars byrjar EM-undankappingin fyri U17 gentur, sum hesaferð verður spæld í Føroyum. Fyrsti dysturin verður millum Lettland og Føroyar. Avspark er klokkan 13.

Næstu dagarnar verður nógvur landsliðsfótbóltur á skránni á Tórsvølli og á Ovara vølli í Gundadali. 

Føroyar vera nevniliga vertir fyri EM-undankappingini fyri U17 gentur, og umframt Føroyar, vera Rumenia, Georgia og Lettland eisini við í kappingini.

Dystarskráin:

Sunnudagin 17. mars
Kl. 13: Lettland – Føroyar
Kl. 17: Rumenia – Georgia

Mikudagin 20. mars
Kl. 13: Føroyar – Georgia
Kl. 17: Rumenia – Lettland

Leygardagin 23. mars
Kl. 17: Føroyar – Rumenia
Kl. 17: Georgia – Lettland (á Ovara vølli í Gundadali)

FSF boðar frá, at ókeypis atgongd er til allar dystirnar. Í hesum sambandi verður heitt á áskoðararnar um at brúka inngongd J á Tórsvølli.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 14. mars 2024

58 Leygardagur 16. mars 2024

Kyndil hevur vunnið grundspælið

Neistin skal eftir tapið í Vestmanna í vikuni veruliga stríðast fyri hinum beinleiðis hálvfinaluplássinum. Trý umfør resta í, men StÍF og H71, ið jagstra 2. plássið, hava ein dyst til góðar

Kyndil er FM-favorittur - Neistin er í løtuni á hinum hálvfinaluplássinum (Savnsmynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

Grundspælið í landskappingunum kemur at enda 30. mars. FM-kappingin er skipað so, at tvey tey fremstu liðini koma beinleiðis í hálvfinalurnar. Liðini sum enda nummar 3,4,5 og 6 skulu spæla fjórðingsfinalur (nummar 3 móti 6 og nummar 4 móti 5) um hini plássini.

Hjá kvinnum gjørdist tað mikukvøldið greitt, at Kyndil fer at vinna grundspælið. Tær grønu hava verið ógvuliga sterkar seinastu mánaðirnar, og vunnu steypafinaluna á Neistanum í februar.

Júst Neistin tapti fyri VÍF mikukvøldið, úrslitið var 24-22 til VÍF, og harvið kann tað gerast heldur vandamikið fyri Neistan, í mun til 2. plássið. Tað eru H71 og StÍF, ið kunnu hótta hetta hálvfinaluplássið. Tey eru ávíkavist trý og fýra stig aftan fyri Neistan, men hava fýra dystir eftir hvør og bæði hava Neistan á skránni.

Støðan í SMS-kappingini er tann, at Kyndil hevur 33 stig. Síðan koma Neistin við 26, H71 við 23, StÍF við 22 og VÍF við 20. Í niðara enda hevur EB 9 stig, Stjørnan 8 ogVB hevur eitt stig. H71 og StÍF hava spælt 17 dystir, hini hava spælt 18.

Tað liggur framvegis til tær í bláum úr Havn, sum hava alt í egnum hondum, í mun til at sleppa undan fjórðingsfinalunum. VÍF vísti seg væl fram móti Neistanum, og fer allarhelst at enda nummar fimm ella fýra. EB vann á Stjørnuni í lykladysti í Klaksvík sunnudagin, og liggur nú til at taka seinasta fjórðingsfinaluplássið.

Fjórðingsfinalurnar og hálvfinalur verða spældar eftir landsliðssteðgin fyrst í apríl. Síðani eru finalur - møguliga fimm í tali. Kyndil stendur í løtuni sum favorittur til taka FM. Við sigrinum í grundspælinum hevur liðið tryggjað sær rættin at spæla í Evropa næsta ár.

Komandi dystir:

Leygardagin 16. mars kl. 14.30: VB-EB í høllini í Vági

Sunnudagin 17. mars kl. 14: H71-Stjørnan í Hoyvíkshøllini
Sunnudagin 17. mars kl. 14: Kyndil-VÍF í høllini á Hálsi
Sunnudagin 17. mars kl. 14: StÍF - Neistin í høllini á Skála


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 14. mars 2024

59 Leygardagur 16. mars 2024

Allan er íslendskur steypavinnari

Føroyski landsliðsvongurin skoraði trý mál í trygga finalusigrinum hjá Vali, og strandingurin er nú søguligur

29-ára gamli vongurin kundi leygarkvøldið fegnast í Reykjavík (Savnsmynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

Favorittarnir úr Vali vunnu leygarkvøldið greiðan finalusigur á ÍBV, ið vann íslendska meistaraheitið í fjør við tveimum føroyingum á liðinum.

Dánjal Ragnarsson og Janus Dam Djurhuus eru ikki longur í Íslandi, og hóast ÍBV megnaði at fylgja við í fyrra hálvleiki, so var eingin ivi tá samanumkom í Laugardalshøllini.

Valur vann 43-31 - Benedikt Gunnar Óskarsson var toppskjútti og dagsins maður við 17 málum - og harvið kunnu teir á høvuðsstaðarliðnum fegnast um íslendska steypagullið.

Ein teirra er 29-ára gamli høgri vongurin Allan Norðberg. Strandingurin skoraði trý mál í finaluni í kvøld.

[object Object]
Spælarar, venjara- og hjálpartoymi umframt áskoðarar hjá Vali fegnast í Laugardalshøllini (Mynd: hsi.is)

Eftir landsliðsstøðgin hesa vikuna skulu Allan og liðfelagar hansara royna at tryggja sær íslendska meistaraheitinum og hálvfinaluplássi í European Cup. Í løtuni er Valur á 2. plássi í landskappingini, og seinni í mánðinum skal liðið spæla EC-fjórðingafinalu.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 09. mars 2024

60 Leygardagur 16. mars 2024

Dýrur sigur fyri Fleyr í fimmsettara ímóti TB

Føroya Tele-deildin, kvinnur: Fleyr – TB 3-2 (25-21, 12-25, 23-25, 25-14, 21-19)

 
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Við betri settmuni á stigatalvuni hóast 3-2 tap fyri SÍ undanfarna mánadag, hevur Fleyr havt fyrimun í kappingini um rættin at møta Drátti í FM-finalunum, men treytirnar hava tó verið beinharðar: Fleyr hevði bert ráð at tapa eittans sett, ella tók SÍ havnarkvinnurnar aftur. Og tað hendi farna fríggjakvøld, tá Fleyr tapti ikki bara eitt, men tvey sett - og harvið stig - og tí eisini er í vanda at fara eitt stig afturum SÍ.

Dysturin var ikki spældur á vanliga heimavøllinum hjá Fleyr, tí Høllini á Hálsi var upptikin, og tí var dysturin spældur í høllini á Argjahamri. Men lítið flog var yvir Fleyr, sum haltaði seg ígjøgnum fyrsta sett, sum Fleyr tó vann 25-21.

Eftir hetta fekk Fleyr eina rættiliga fleingju í øðrum setti, sum TB vann ikki minni enn 25-12. Og so hevði Fleyr ikki ráð at tapa meira. Tað sá heldur ikki út til at fara at henda, eftir at Fleyr hevði lagt seg á odda 8-2, 14-8 og 19-13 í triðja setti. Men TB vann sjey av næstu átta bóltunum, og javnaði til 20-20. TB gavst ikki har, men helt á, til settið var vunnið 25-23. Og so hevði Fleyr spælt sær av við fyrimunin í tvídystinum við SÍ, um at koma í FM-finalurnar.

Fleyr kom kortini fyri seg aftur og vann trygt fjórða sett 25-14, og í javnbrótaranum fór Fleyr framum 7-3 og fekk fýra dystarbóltar við støðuna 14-10. TB javnaði tó til 14-14 og fekk tveir dystarbóltar við støðurnar 17-16, 18-17, men Fleyr yvirlivdi, og gjørdi sær ístaðin dælt av sínum áttanda dystarbólti og vann 21-19.

Við bert tveimum stigum til Fleyr merkir tað, at SÍ fór framum Fleyr.

Vónin hjá Fleyr er nú, at TB fer at gera tað sama við SÍ, sum gjørt var við Fleyr fríggjakvøldiðkvøldið. Tann dysturin verður í Trongisvági fríggjadagin 12. apríl. Onnur vón hjá Fleyr er, at Mjølnir á fjórða plássi vinnur stig frá SÍ. Tey møtast tvær ferðir. Annar táttur, sum eisini kann gerast avgerandi fyri finaluplássið hjá báðum, verður úrslitið tey fáa móti oddaliðnum Drátti.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 09. mars 2024

61 Leygardagur 16. mars 2024

Vár Guriardóttir Hansen setti nýtt heimsmet

Unga havnarkvinnan eigur nú enn eitt met í innróðri. Tað ljóðar á heilar 357 metrar í ein minutt í bólkinum 19-29 ár tungvekt

Vár Guriardóttir Hansen hevur gjørt vart við seg innan lyfting og rógving seinastu árini (Mynd: Jens Kr. Vang)
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

At føroyskir rógvarar eru heimsins bestu er enn einaferð staðfest, nú Vár Guriardóttir Hansen hevur sett nýtt heimsmet í 1 minutts rógving í bólkinum 19-29 ár tungvekt.

Tað skrivar Róðrarsamband Føroya á heimasíðu sínari, nú havnarkvinnan ikki bert hevur sett persónligt met men eisini nýtt heimsmet. 

Sambært myndini niðanfyri, so er metið nú alment og góðkent. Tað var sett á einari vanliga rógvimaskinu.

Tað snúði seg um at rógva í júst minutt. Vár róði heilar 357 metrar uppá hesi sekundini. Hetta hevur eingin gjørt í hennara bólki áður.

[object Object]
Almenna góðkenningin (Mynd: innirodur.rsf.fo)

Vár Guriardóttir Hansen hevur gjørt meira og meira vart við seg seinastu árini við millum NM og HM-heiðursmerkjum og góðum tíðum.

Fyrst í mánaðinum vann honn á bæði 2.000 og 200-metra teinunum í Nordic Open, og í Prag herfyri gjørdist hon evropa- og heimsmeistari í 500-metra sprint. Hetta var í bólkinum 21-22 ár.

[object Object]
Vár Guriardóttir Hansen fegnast (Mynd: rsf.fo)

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 13. mars 2024

62 Leygardagur 16. mars 2024

Fimm fimleikaframsýningar hjá Støkk hetta vikuskiftið

Fimleikaframsýningarnar hjá Støkk verða leygardagin og sunnudagin

(Mynd: Støkk)
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Fimleikaframsýningarnar hjá Støkk verða 16. og 17. mars í Bylgjuni í Runavík, og í ár eru tær fimm í tali.

Sýningarnar við børnum undir skúlaaldur eru leygarmorgun klokan 10 og 12, meðan blandaðar framsýningar við eldru liðunum eru leygardag klokkan 15 og sunnudag klokkan 14 og 16.30. Skráin yvir fimleikaframsýningarnar liggur á stokk.fo og á Facebooksíðuni hjá Støkk.

Eins og undanfarin ár hevur felagið nógvan fjølbroyttan fimleik at vísa fram, m.a. foreldur og børn, børn 4-6 ár, vanligu liðini frá 1.-10. flokk, kvinnur, styrki og konditión, amboðslið og estetisk kappingarlið. Felagsliðið hjá Støkk við umleið 60 fimleikarum í aldrinum 12-76 ár er eisini á skránni.

Undir framsýningunum verða nálir og ídnisprógv handað.

Felagið skipar fyri páskareggjatombola og kaffisølu í gongini í Bylgjuni báðar dagarnar.

[object Object](Mynd: Støkk)

[object Object](Mynd: Støkk)

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 15. mars 2024

63 Leygardagur 16. mars 2024

Dart: 13 ára gamal fekk bronsu B-bólkinum

Kapping var á Skála farna vikuskiftið – seinasta fyrireiking áðrenn stóru altjóðakappingina í Føroyum um tvær vikur

 
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Seinasta styrkiroyndin hjá føroysku dartleikarunum, aðrenn stóru altjóða kappingarnar, Tórshavn Open og Faroe Islands Open, var farna vikuskifið. Kappast var í hølunum hjá D9 á Skála og vísti tað seg aftur hesaferð, at føroysku leikarnir eru til reiðar, at bjóða øllum stóru stjørnunum av.

Tá kappast verður í dart, verður spælt í trimum bólkum, kvinnur og so menn A og B, har B bólkurin er fyri teir meir óroyndu.

Benny Hansen úr D9 hevur seinnu árini verið í B bólkinum, og hevur gjørt tað framúr væl. Hesaferð valdi hann at royna seg millum teir bestu, og sigast má, at tað er har hann hoyrir heima. Benny spældi seg fram til finaluna, har hann tó tepurt tapti 7-5 á Jan McIntosh,. Eitt ótrúliga flott úrslit, og hevur hann evnini sum fáur, serliga tá hugsað verður um, at helvtina av árinum, so er hann við trolara, og ikki kann venja eins og aðrir.

[object Object]

Á veg til finaluna vann hann fyrst 5-2 á Hera Kallsoy, síðani 5-4 á landsliðsleikarnum Marjus Hansen, aðrenn hann í hálvfinaluni vann 6-3 á Remy G Hansen. Men tá komið var til finaluna, so var bitin ov stórur, men tó kundi hann fara stoltur yvir um fjørðin við eini silvurkrónu.

13 ár og bronsu

Eli Heinesen er tað mest spennandi navnið at fylgja í føroyskum dart í løtuni. Drongurin er 13 ára gamal, og longu í fjør sóu vit, at her er talan um ein leikara við serliga góðum evnum.

Eli spældi seg fram til hálvfinaluna, har hann tó tapti 4-1 á Petur Johansen, sum seinni vann kappingina. Á vegnum var nógv gott spæl og onkur 180’ari at síggja frá honum.

[object Object]

Ungdómurin hevur ordiliga tikið dart ítróttin til sín, og koma fleiri og fleiri í feløgini at venja, hetta er nokk ein ávirkan av, frálíku úrslitunum, sum 16 ára gamli Luke Littler hevur havt seinasta árið í altjóða kappingum, og nú manglar bara, at tey ungu eisini koma við til fleiri kappingar. Vit hava ikki sað so nógv ung í feløgunum, síðani einaferð í 90'unum, og er tað gleðiligt.

Petur Johansen úr D9 vann sum sagt B bólkin, har hann í eini spennandi finalu vann 5-4 á John Bjarna Fredriksberg úr D9.

[object Object]

Finalan hjá kvinnum var ímilllum Beintu Joensen úr KDF og Kristbjørg Vesturklett Reinert úr VDF, sjálvt um úrsliti segði 4-1 til klaksvíkskvinnuna, so var spenningur í hvørjum setti.

Stóru altjóða kappingarnar, Tórshavn og Faroe Islands Open, verða á Glasir 22. til 24. mars. Kappingin í ár verður sterkari enn nakrantíð, og fleiri heilt stór nøvn eru meldað til, baði hjá kvinnum og monnum. Enn ber til hjá føroyingum er tilmelda seg, tað verður gjørt á heimasíðuni hjá Havnar Dartfelag, hdf.fo.

Úrslitini

Menn A
1. Jan McIntosh, HDF
2. Benny Hansen, D9
3. Remy G Hansen, D9, og Jan Erik Fjallstein, VDF

Menn B
1. Petur Johansen, D9
2. John Bjarni Fredriksberg, D9
3. Eli Heinesen, Pílar og Skot, og Casper Christensen, D9

Kvinnur
1. Beinta Joensen, KDF
2. Kristbjørg Vesturklett Reinert, VDF
3. Durita Joensen, KDF, og Maibritt Hvíthamar, HDF


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 12. mars 2024

64 Leygardagur 16. mars 2024

Klaksvíkingar klárt á odda í billard

Standa til at vinna FM heitið fyri lið

 
SkrivaÐ:

Jan Müller

Vent er á borðinum í billard. FM kappingin fyri lið nærkast endanum og hava klaksvíkingar lagt verandi FM meistara úr Havn aftur um seg. Nú bert fáir dystir eru eftir at spæla hevur meistaraliðið hjá Klaksvíkar Billardfelag lagt seg klárt á odda við 50 stigum.

Verandi føroyameistarar úr Havn, Habi1 liggja í løtuni á einum triðja plássi við 42 stigum. Sama stigatal hevur Tvøroyrar Billardfelag, sum tó hevur nógv fleiri eygu og tí liggur á einum øðrum plássi.

Á fjóðra plássi kemur liðið á Skálafjørðinum við 34 stigum, nr. 5 er Klaksvíkar Billardfelag 2 eisini við 34 stigum og aftast er Habi2 við 14 stigum.

Taka vit meðaltølini hjá spælarunum so liggja tvøramenn á odda við 22,51 eygum í meðal, og teirra stjørnuskot í billard, Páll Heri Nolsøe, hevur nógv tað besta úrslitið í kappingini við einum meðaltali uppá 34,35 eygu. Hann hevur skorað 40 eygu í meðal í fleiri dystum og líkist tí einum meti í føroyskum billard.

Eftir hann kemur Per Hansen úr Havnar Billardfelag við 22,67 eygum og sum nr. 3 liggur Kristian Sune Høgnesen úr Klaksvíkar Billardfelag við 21,60 eygum.

Tað er bert eitt umfar eftir í 1. deild. Tað verður spælt leygardagin 23. mars. Tá verða hesar kappingarnar: 

HABI1 - TVBF1
KLBF1 - HABI2
SFBF1 - KLBF1

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 15. mars 2024

65 Leygardagur 16. mars 2024

Havnin FM-vinnari í talvi

Við 3½ - ½ sigri í finaludysti móti Sandavágs Talvfelag varð 26. FM-heitið hjá Havnar Telvingarfelag ruddiliga staðfest

Oddamaðurin hjá Havnar Telvingarfelag - stórmeistarin Helgi Dam Ziska. Hann fekk 8½ stig í níggju dystum
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Havnarmenn gjørdu bart og vunnu stórsigur á vágamonnum í seinasta umfari í landskappingini leygardagin.

Við 3½ - ½ sigri í finaludysti móti Sandavágs Talvfelag varð 26. FM-heitið hjá Havnar Telvingarfelag ruddiliga staðfest.

Í botnstríðnum var sama úrslit; havnarmenn lívbjargaðu sær og sendu vágamenn úr deildini.

Seinastu dystirnir í øllum fýra vaksnamannadeildunum í landskappingini í talvi vóru spældir í stórum felagsumfari í skúlanum á Giljanesi.

Mesti spenningurin um sjálvt FM-heitið var mestsum avfjaraður fyri dystin millum oddaliðini í seinasta umfari í gjár. Vágamenn høvdu fyri neyðini at vinna 3½-½, skuldu teir endurvinna FM-heitið, men í staðin tryggjaðu havnarmenn sær tann stórsigurin, sum sandavágsmenn høvdu brúk fyri.

Tað bøtti ikki um vánirnar hjá vágamonnum, at Silas Eyðsteinsson og Jón í Horni Nielsen ikki vóru tøkir seinastu tvey umførini, men Havnar Telvingarfelag hevur verið flúgvandi í vetur, og vann ógvuliga sannførandi. Trumfin settu teir leygardagin við stórsigri á kappingarneytanum.

Havnarmenn kunnu eisini fegnast um, at B-liðið í 1. deild eftir góðan endaspurt lívbjargaði sær í deildini. Við flottum sigri á Klalsvík A yvirhálaðu teir Sandavág B á málstrikuni. Margar Berg var tungan á vágskálini við avgerandi sigrinum á øðrum borði, tá tað reið um snarið.

1. deild - 10. umfar (9. mars)

Sandavágur - Havnin ½ - 3½
Rógvi Egilstoft - Helgi Dam Ziska 0 - 1
Høgni Egilstoft Nielsen - Martin Poulsen ½ - ½
Torkil Nielsen - Carl Eli Samuelsen 0 - 1
Ingi Wiberg - Sjúrður Thorsteinsson 0 - 1

Klaksvík - Havnin B 1½ - 2½
Ólavur Simonsen - Luitjen Akselsson Apol 1 - 0
Terji Petersen - Herluf Hansen 0 - 1
Rani Baldursson - Margar Berg 0 - 1
Rani Nolsøe - Heiðrikur Jacobsen ½ - ½

Sandavágur B - Klaksvík B 1½ - 2½
Jón í Horni Nielsen - Haldur S. Johansen 0 - 1
Bernhard Augustinussen - Wille Olsen ½ - ½
Jónfinn Thomsen - Finnbjørn Vang ½ - ½
Johnny Petersen - Ingolf Gaard ½ - ½

Endaliga støðan (1. deild)
1. Havnin 32½ stig
2. Sandavágur 27
3. Klaksvík 19
4. Klaksvík B 15
5. Havnin B 13½
6. Sandavágur B 13

Annað lið hjá Sandavágs Talvfelag flytur niður.

Allir á FM-liðnum hjá Havnini hava havt sera góða úrtøku í vetur. Liðið vann átta dystir og telvaði tveir javnar. Toppskjútti var Helgi Dam Ziska, sum hevur verið ósigraður á 1. borði hjá Havnini síðani hann gjørdist stórmeistari í 2016.

Hjá Sandavági vórðu brøðurnir Rógvi og Høgni aðalstuðlarnir. Rógvi hevði á 1. borði sjey stig av níggju, og Høgni á 2. borði átta stig av tíggju.

FM-manningin hjá Havnar Telvingarfelag
Helgi Dam Ziska 8½/9
Martin Poulsen 2½/4
Carl Eli Samuelsen 6½/9
Luitjen Akselsson Apol 5½/7
Sjúrður Thorsteinsson 8½/10
Suni Merkistein 1/1

FM-vinnarar í fimtan ár
2010 KTF
2011 ST
2012 HT
2013 ST
2014 ST
2015 ST
2016 ST
2017 HT
2018 HT
2019 ST
2020 HT
2021 ST
2022 HT
2023 ST
2024 HT

FM-sigrar í alt (1971-2023)
HT 26
ST 8
KTF 8
VT 6
KT 4
TT 1
TFS 1

Kollfirðingar aftur í 1. deild

Kollafjarðar Talvfelag verður aftur í bestu deildini komandi kappingarár. Teir vunnu, tó at teir taptu leygardagin. Annað merkisvert úrslit var, at blaðunga manningin á B-liði Havnar Telvingarfelags, hvørs miðalaldur liggur um 15½, við góðum endaúrsliti, otaði seg fram á fjórða plássið.

Kollfirðingar hava havt skiftandi manning í vetur, men greitt er, at skulu teir standa seg í fremstu deildini, verða teir helst noyddir at styrkja seg til komandi kappingarár.

2. deild (10. umfar)
Kollafjørður -Havnin 1½ - 2½
Klaksvík - Havnin B. ½ - 3½
Kollafjørður B. - Kongshavn 1½ - 2½

Endaliga støðan (2. deild)
1. Kollafjørður 23½ stig
2. Kongshavn (Runavík) 21
3. Havnin 19½
4. Havnin B. 19½
5. Klaksvík 19
6. Kollafjørður B. 17½

Kollafjarðar Talvfelag (2. deild)
Hans Kristian Simonsen
Árant Djurhuus
Rógvi Mørkøre
Kári Petersen
Hanus Joensen
Eivind Jacobsen
Karl Louis Johansen
Signar Kristiansen
Benjamin Thomassen

Toftamenn vunnu

Heldur einki óvæntað hendi í 3. deild. Toftamenn høvdu tryggjað sær uppflytingina fyri seinasta dyst. Vestmenningar kláraðu at verða hangandi, tó at teir hava ligið í tungum sjógvi í vetur.

3. deild (10. umfar)
Toftir - Sandavágur B. 2½ - 1½
Vestmanna - Rókur 3-1
Sandavágur B. - Gøta ½ - 3½

Endaliga støðan (3. deild)
1. Toftir 29 stig
2. Gøta 21
3. Rókur 19½
4. Sandavágur 18½
5. Vestmanna 17½
6. Sandavágur B. 14½

Tofta Talvfelag (3. deild)
Andrias Danielsen
Jens Chr. Hansen
Andreas Andreasen
Jógvan Ingvard Hansen
Jón Magnus Joensen
Sigurð Joensen
Harry Jacobsen
Rói Vestergaard

Nýggju feløgini stóðu seg

Her í 4. deild er at frøast um, at bæði nýggju feløgini, hitt endurstovnaða á Strondum og hitt nýggja í Suðuroynni, hava staðið seg væl í vetur.

4. deild (síðsta umfar)
Gøta - Havnin 0 - 4
Sandavágur - Kongshavn 4 - 0
Strendur - Klaksvík 3 - 1
Klaksvík B. - Rókur 4 - 0
Toftir - Suðuroy 2 - 2

Endaliga støðan (4. deild)
1. Havnin 32 stig
2. Klaksvík 28
3. Strendur 26
4. Klaksvík 23½
5. Suðuroy 18½
6. Sandavágur 18
7. Toftir 12
8. Rókur 10
9. Gøta 9
10. Kongshavn 3

Havnar Telvingarfelag (4. deild)
Jóannes Guttesen
Jóhan E. Hansen
Ronny í Lon
Sveinur M. Nolsøe
Suni Jacobsen
Ragnar Christiansen
Jaspur Gaard
Finn Larsen
Kaj Olsen
Brandur í Funningsstovu
Hans Egholm


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 10. mars 2024

66 Leygardagur 16. mars 2024

Gøtu Talvfelag í framlopi

Hetta er annar FM-sigurin hjá Gøtu Talvfelag í deildini - einasta FM-heitið higartil var í 1978

Unglingarnir í Gøtu Talvfelag eftir FM-sigurin mikukvøldið
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Nú bragdar aftur í Gøtu Talvfelag. Hóskvøldið vann felagið FM-heitið í unglingadeildini. Hetta er annar FM-sigurin hjá Gøtu Talvfelag í deildini - einasta FM-heitið higartil var í 1978.

Lív tykist vera komin í aftur telvingina í Gøtu eftir nøkur soltin ár. Sama kann helst sigast um onnur feløg eisini, tí ikki færri enn níggju lið hava kappast í unglingadeildini í vetur, og kappingin hevur verið bæði jøvn og spennandi. Fyri fáum árum síðani var eingin unglingadeild í talvi, men nú grør aftur nógvastaðni.

Landskappingin í talvi endaði um vikuskiftið, og mikukvøldið vóru seinastu leikirnir fluttir í unglingadeildini. Tá liðugt var á øllum borðum, kundu tey fegnast í Gøtu Talvfelag.

Endaliga støðan í unglingadeildini:
1. Gøtu Talvfelag 22 stig
2. Sandavágs Talvfelag 20
3. Klaksvíkar Talvfelag 19½
4. Havnar Telvingarfelag 19
5. Havnar Telvingarfelag 18
6. Talvfelagið Rókur 13
7. Stranda Talvfelag 13
8. Tofta Talvfelag 10½
9. Gøtu Talvfelag 9

Á liðnum hjá Gøtu Talvfelag í unglingadeildini í vetur hava verið: Pætur Andreasen, Leon Ellingsgaard, Fríði Heinesen, Andrias Áslakksson, Sakarias Jacobsen, Andrias Gøthe, Lukas Carstensson, Magnus Petersen og Jáku í Garði Heinesen.

Gøtu Talvfelag taldist í síni tíð millum frægu feløgini í landinum. Í 70-unum vóru gøtumenn fastir fúsir í A-deildini, sum tað tá kallaðist. Oddamenninir vóru Petur Eli Mikkelsen og Sjúrður Lómstein, men fleiri aðrir royndust eisini væl. 

Í 1978 vann felagið unglingadeildina. Á liðnum vóru Jónfinn Thomsen, Jógvan Gregersen, Reinhold Isaksen og Petur Páll Mikkelsen. Teir vunnu spælandi tað árið, men ikki fyrr enn nú í 2024 lukkaðist felagnum aftur at vinna unglingadeildina. Til stuttleikar kann nevnast, at liðini vóru eisini níggju í alt í unglingadildini í 1978.

Gøtu Talvfelag var frammarlaga í bestu deildini miðskeiðis í 80-árunum, serliga tá ið sterki danin Leif Kristensen eitt skifti telvaði í felagnum. 

Í vaksnamannadeildunum er Gøtu Talvfelag dottið niður í 3. deild - sama eru fyrrverandi stórfeløg sum Vestmanna Talvfelag og Tofta Talvfelag - men sigurin í unglingadeildini er greitt tekin um, at gróður nú er innan ungdómstelvingina í felagnum, og at framtíðin nú tykist bjartari.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 15. mars 2024

67 Leygardagur 16. mars 2024

Íslendskur sigur í bridgekapping í Havn

Íslendska parið Svanhildur Hall og Sigurður Skagfjørð Ingimarsson vunnu Tórshavnar Bridgefestival, sum í ár varð hildin fyri fimtu ferð

Vinnaraparið Sigurður Skagfjørð Ingimarsson og Svanhildur Hall
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Fyri fimtu ferð hevur Tórshavn Bridgefestival verið, og í ár vóru íslendingar á øllum ovastu plássunum, tó so at par nummar trý var eitt blandað føroyskt-íslendskt par.

Seinasta stikk var í vikuskiftinum tikið í altjóða bridgekappingini Tórshavn Bridgefestival – eftir at 58 pør høvdu spælt 95 spøl í tveir dagar.

Íslendska parið Svanhildur Hall og Sigurður Skagfjørð Ingimarsson vunnu kappingina.

26 pør vóru úr Føroyum. Undanfarnu fýra kappingarnar hevur Bogi Simonsen vunnið – tríggja av teimum saman við íslendska Bjarna Hólmar Einarsson. Hóast teir aftur vóru favorittar í ár, so eydnaðist ikki fáa eitt av ovastu plássunum. Tvey íslendskt pør og eitt føroysk-íslendskt par vunnu trý tey ovastu plássini. Afturat vinnararunum Svanhildur og Sigurður, vórðu Hrannar Einarsson og Steinar Jónsson nummar tvey og Heðin Mouritsen og Vigfús Pálsson nummar trý.

Kappingin er skipað, sum parakapping, har øll pørini kappast móti hvørjum øðrum, um hvør dugur best við teimum 13 kortunum, sum hvør hevur – og øll fáa somu kort at spæla.

Í eini so stórari bridgekapping sæst nokk so skjótt, hvørji tey bestu pørini eru, men hvør verður endaligi vinnarin, sæst sjáldan fyri enn seinasta stikkið er tikið.

Tórshavn Bridgefestival hevur eisini fingið dyggan stuðul frá nógvum fyritøkum og felagsskapum. Tórshavnar Kommuna hevur hvørt ár verið hollur stuðul, sum ein liður í at draga altjóða tiltøk til høvuðsstaðin. Í ár var tað Jóan Petur Hentze kommunustjóri í Tórshavnar Kommunu, sum setti festivalin og setti seg við borðið hjá vinnarunum í fjør og meldaði fyrsta meldið.

- Samstarvið við Tórshavn Bridgefestival hevur øll árini verið fyrimyndarligt, segði Jóan Petur Hentze.

Hetta var fimtu ferð, at Tórshavn Bridgefestival var hildin og hevur fingið góða undirtøku millum bridgespælarar uttanlands – tó nógv flestir spælarar úr Íslandi. Men spælarar vóru eisini úr hinum Norðurlondum, Niðurlondum, og USA.

Tórshavnar Bridgefestival, sum verður fyriskipað sama við Føroya Bridgesambandi, verður aftur 23. til 26. mars 2025.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 12. mars 2024

68 Leygardagur 16. mars 2024

Konfirmantar í  Vesturkirkjuni sunnudagin

-

 
SkrivaÐ:

Innsent

Sunnudagin verður konfirmatión í Vesturkirkjuni í Havn. Prestur er Bergur D. Joensen, og konfirmanternir eru hesir: 

Høgni Waag Dalsgaard, Grønlandsvegur 24. Dagurin hildin í hølinum hjá Føroya Arbeiðarafelag, Stoffalág 17, frá kl. 17.

Rokur Mohr Djurhuus, Jákup Nolsøesgøta 29. Dagurin hildin á Bridgehúsinum, Gundadalur, frá kl. 17.

Sigrið Hansdóttir, Børkugøta 17. Dagurin hildin í Sigmundarsgøtu 19 (uppi á í Skeiva Pakkhúsi við inngong úr Kolgarðinum) frá kl. 16.

Baldur Sámalsson Hansen, Blankagøta 11, Tórshavn. Dagurin hildin á Landsverk, Yviri við Strond 17 frá kl. 16.

Stian Louis Waagstein Hansen, Bjarnoyarvegur 10. Dagurin hildin í Bátafelagnum á Bryggjubakka frá kl. 17.

Tobias Mc.Leod í Hjøllum, í Brekkuni 4. Dagurin hildin á Vekstaðnum Virkni, Berjabrekka 28, frá kl. 15.

Rani Dam Jacobsen Billugøta 6, Argir. Dagurin hildin á Starvsfelagnum, J.H. Schrøtersgøtu 9, frá kl. 15.

Bjørk Germaine Jákupsdóttir, Millum Gilja 6, Hoyvík. Dagurin hildin frá kl. 15.

Jórun Maria Pállsdóttir Kjærbæk, Tinghúsvegur 27. Dagurin hildin í Havnar Handverkarafelag, Stoffalág 60, frá kl. 15.

Lý Kvilt Meitilberg, Velbastaðvegur 18. Dagurin hildin við Gamla Velbastaðvegin 15, í hølunum hjá Wenzil, frá kl. 14.

Dánjal Olsen, Rygsgøta 10, Argir. Dagurin hildin frá kl. 16.

Jóhanna Ólavsdóttir Østerø, Dalavegur 46. Dagurin hildin í KFUK, Varðagøta 9, frá kl. 17.

Arnfríð Ólafsdóttir Dam, á Frælsinum 4. Dagurin hildin í hølunum hjá Elnet, Stiðjagøta 5, frá kl. 16.

Bjørt Evelyn Briansdóttir Gjógvará, Eiriksgøta 16. Dagurin hildin í Odd Fellow húsinum, Grønlandsvegur 56, frá kl.16.

Julia Christiansen, Fjósagøta 3. Dagurin hildin í Grønlendingahúsinum, Jøkulsstræti 8 frá kl. 16.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 12. mars 2024

69 Leygardagur 16. mars 2024

Konfirmantar í Hoyvíkar kirkju sunnudagin

-

 
SkrivaÐ:

Innsent

Sunnudagin 17. mars, boðanardagur Mariu, verður konfirmatión í Hoyvíkar kirkju.

Prestur er Ólavur Eysturdal, og konfirmantarnir eru hesir:

Elin Wilhelm Fossabrúgv, Jóansgøta 16. Dagurin verður hildin í Ísaksgøtu 13 frá kl. 17.

Ester Jana Traber, Við Myllutjørn 19. Dagurin verður hildin í hølinum hjá Føroya Ríðingarfelag úti í Havnardali frá kl. 16.

Eva Højgaard Lisberg, Við Myllutjørn 7. Dagurin verður hildin heima frá kl 16.

Guðrið Marlena Johnsdóttir Høgenni, Niðaragøta 16. Dagurin verður hildin í Kirkjukjallarinum í Hoyvíkar kirkju frá kl. 16.

Monika Fróðadóttir, Pætursgøta 16. Dagurin verður hildin heima frá kl. 15. 

Olivia Kristiansen, Maritugøta 14. Dagurin verður hildin í veitsluhølinum Broncks í Jónas Broncksgøtu 17, Tórshavn, frá kl. 16.

Ró Nielsdóttir Galán, Smærugøta 13, Tórshavn. Dagurin verður hildin í Kiwanis, Jøkulstræti 4, frá kl. 17.

Sofía Bárðardóttir, Dýrindalsgøta 51. Dagurin verður hildin í hølunum hjá Fróðskaparsetri Føroya í Jónas Broncksgøtu 25, Tórshavn, frá kl. 17.

Arni Hoydal Thomassen, oman Hoydalar 11b. Dagurin verður hildin í kantinuni hjá Faroe Ship, Eystara bryggja, frá kl. 15.

Brosi Bárðarson Háskor, Gillagøta 12. Dagurin verður heima frá kl. 17.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 12. mars 2024