Lat aftur Yvirlit list articles in edition

Leygardagur 04. mai 2024 | Nr. 18 | Árgangur 5 | Kr. 0,00

Jørgin Dahl gevur út nýggjan tónleik

SíÐa 30

1 Leygardagur 04. mai 2024

Góðan lesihug og gott Vikuskifti

Nýggj útgáva hvønn leygarmorgun kl. 7

Oddagrein

Rúmdarvirksemi

Nú nærkast tíðin til at hetlendingar fara at skjóta rakettir út í rúmdina frá einum stað, ið ikki liggur longur enn umleið 200 fjórðingar úr Føroyum.

Spennandi verður – eisini hjá okkum – at fylgja við teirra ætlan. Tað hevur jú verið eitt sindur av kapping um, hvaðani tann fyrsta veruliga rakettin í Evropa fór at verða skotin. Og alt bendir nú á, at tað verður úr Unst, einari av teimum norðastu oyggjunum í Hetlandi.

Sum skilst verða rakettirnar sendar út norðureftir inn í føroyskt loftrúm, helst nakað eystan fyri oyggjarnar. Roknast kann við ávísum órógvi av hesum rakettum, tí onkrir av lutunum fara at detta niður oman yvir føroyskt sjóøki.

Ein onnur líknandi rúmdarverkætlan er í gongd í Skotlandi. Í Sutherland-økinum allar norðast á skotska meginlandinum er eisini ein rakettstøð í gerð, ið eisini er til reiðar at senda rakettir út í rúmdina í næstum.

Og sum skilst verða hesar rakettir sendar út við kós beint móti okkum.

So grannar okkara fyri sunnan hava arbeitt miðvíst fyri og gjørt ein stóran innsats til tess at gerast ein partur av rúmdarævintýrinum, sum væntast at kasta ovurstórt virksemi av sær í komandi tíðum. Tí mann ímyndar sær, at eitt tætt net av fylgisveinum í framtíðini fara at liggja rundan um so at siga allan jarðarknøttin. Endamáli við hesum túsundtals fylgisveinum er fyrst av øllum at tryggja okkum betri og skjótari samskifti, men talan er eisini um yvirvøku og eftiransing viðvíkjandi dálking og veðurlagsavbjóðingum og – ikki minst – hjá hervøldum at verja seg móti fíggindaligum álopum.

Vit hava við eitt øki at gera, sum er í stórari menning. Men tað hevur verið óvanliga kvirt í føroyska almenninginum um hesi viðurskifti. Frá politiskari síðu hava vit einki hoyrt. Tað er sum um, vit einki vilja hava við henda vaksandi rúmdarídnaðin at gera – vilja ikki vera partur av honum.

Tað hoyrdist fyri nøkrum árum síðani, at Føroyar fóru at fáa lut í skotska/hetlendska rúmdarvirkseminum við tað at radarar og móttøkustøðir skuldu setast upp í Føroyum, sum kundu taka niður dátur frá rakettunum til tess at skráseta og greina ferðina hjá tí einstøku rakettini.

Hetta var undir nú frákoyrda stjóranum í almenna føroyska telefonverkinum. Um hetta virksemið er hildið fram, vita vit ikki, og onki bendir á, at almenna telefyritøkan er sinnað at kunna føroyska almenningin um tað, um so er, at tey eru partur av hetlendskum ella skotskum rúmdarætlanum.

Vit vita, at Føroya Tele hevur verið við til at menna og skaffa bæði hetlendingunum og frálanda oljuvinnuni harumleiðir betri telesamskifti.

Vit síggja eisini ovurstóran áhuga frá hetlendskari síðu fyri okkara undirsjóvar tunnilsætlanum, tí at tey øvunda okkum ta frálíka samferðslunetið, sum vit hava millum oyggjarnar.

At síggja komandi týsku rakettina verða bugseraða tvørtur um hetlendskar firðir í smáum bilaferjum tykist okkum margháttligt og ótíðarhóskandi, og ein fær hug at undrast á, hví hetlendingar hava valt at byggja rakettstøð á norðrastu oynni, sum liggur tveir ferjutúrar frá teirra meginøki. Hugsa vit undirstøðukervi, so áttu vit í Føroyum at verið nógv betri før fyri at átikið okkum eina slíka uppgávu.

Men her hava vit ligið sjóvarfallið av okkum, tað er ov seint at gerast partur av kapprenningini nú.

Spell at vit ikki lurtaðu eftir framsygdum fólkum. 

SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

  • Blaðið

    Stovnað 2020

    Útgevari: Knassar

    Upplag: 2190

    Lisnar síður: 6734

    Dagført 10. hvørt sekund
  • Samband

    tel. 20 80 80

    [email protected]



    Ingi Samuelsen

    Redaktørur

    [email protected]

    tel. 22 22 73


  • Borgar Kristiansen

    Lýsingarráðgevi

    [email protected]

    tel. 23 66 01

2 Leygardagur 04. mai 2024

Solveig Hanusardóttir Olsen nýggjur stjóri á Listasavninum

Hon hevur áður verið savnsvørður á Listasavninum, og 1. juli tekur hon við starvinum sum stjóri

 
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Stýrið fyri Listasavn Føroya hevur sett Solveig Hanusardóttir Olsen í starv sum nýggjur stjóri.

Hon tekur við eftir Karinu Lykke Grand, sum fekk starv í bjóðað í Danmark. Karina Lykke Grand var stjóri á Listasavninum í fimm ár.

Solveig er cand.mag í religiónssøgu við hjánámi í kuratering og mentanararvi frá Københavns Universitet. Hartil hevur hon ein master í listasøgu - MA History and Philosophy of Art – frá University of Kent. Hon hevur eisini eina diplomútbúgving í leiðslu frá Glasi og hjánám í føroyskum frá Fróðskapasetri Føroya.

- Komandi árini fara at vera avbjóðandi og spennandi fyri savnið við umfatandi umbygging, dagføring og útbygging, samstundis sum, at høvuðsuppgávan hjá savninum at seta myndlist á breddan, skal røkjast. Søgan hjá Listasavni Føroya er hevdbundin, og við virðing fyri hesum skal tjóðlistasavnið mennast við hugtakandi framsýningum, nýhugsandi verkætlanum, vitanardeiling og tiltøkum.

- Listasavn Føroya er ein miðdepil fyri føroyska myndlist, og við nýggju karmunum fer savnið at kunna bjóða Føroya fólki og myndlistini fjølbroyttari og samtíðarhóskandi umstøður. Hetta vil eg fegin seta í verk saman við starvsfólkunum á savninum.

- Broytingarnar komandi árini hava nógv nýtt virksemi við sær, ið tey, sum eru knýtt at savninum, skulu menna sum eitt toymi, umframt at endurhugsa tilboðini og framsýningarnar, sum eru í dag, sigur Solveig Hanusardóttir Olsen.

Solveig er ikki eitt nýtt andlit á Listasavni Føroya. Hon hevur verið knýtt at savninum í fleiri umførum síðani 2014, m.a. í tíðarskeiðinum 2016 til 2023 sum savnsvørður, har hon eitt nú miðlaði list við framsýningum, greinum, fyrilestrum og á annan hátt. Hon varaði av føstu framsýningini, serframsýningum og samskipaði alt arbeiðið. Harumframt er hon limur í ymiskum nevndum, stýrum og arbeiðsbólkum, harímillum umboðar hon Føroyar í nevndini hjá Norðurlandaráðnum, sum varðar av Barna- og Ungdómsbókmentavirðisløn Norðurlandaráðsins, frá 2023 og fram.

Solveig tekur við starvinum 1. juli.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 30. apríl 2024

3 Leygardagur 04. mai 2024

Semingsstovnurin má uppí leikin

Semingsstovnurin er nú komin uppí samráðingarnar við øll fimm arbeiðarafeløgini á privata arbeiðsmarknaðinum

 
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Samstundis sum Føroya Arbeiðsgevarafelag hevur samráðst við tey fýra feløgini Føroya Arbeiðarafelag, Havnar Arbeiðarafelag, Klaksvíkar Arbeiðsmannafelag og Klaksvíkar Arbeiðskvinnufelag saman, hevur Føroya Arbeiðsgevarafelag eisini ført samráðingar við Havnar Arbeiðskvinnufelag fyri seg.

Fríggjadagin var semingsstovnin tilkallaður, eftir at staðfest var, at ov langt var millum partarnar til at finna eina semju um nýggjar sáttmálar. Eftir at hava tosað við partarnar longdi semingsstovnurin sáttmálarnar til 10. mai á midnátt.

Avtala um fráboðanarfreist
Um sáttmálarnir fara úr gildi ber til hjá pørtunum at lýsa ein arbeiðssteðg sambært avtaluni um fráboðanarfreist. Avtalan sigur, at ein møguligur arbeiðssteðgur skal fráboðast við í minsta lagi 48 tímum til á middegi ella á midnátt og kann ikki fráboðast, fyrrenn sáttmálarnir eru farnir úr gildi, og semingsstovnurin er givin við semingsroyndum sínum.

Ein møguligur arbeiðssteðgur kann soleiðis í fyrsta lagi byrja mánadagin 13. mai á middegi fyri sáttmálaøkið hjá Føroya Arbeiðarafelag, Havnar Arbeiðarafelag, Klaksvíkar Arbeiðsmannafelag, Klaksvíkar Arbeiðskvinnufelag og Havnar Arbeiðskvinnufelag.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 03. mai 2024

4 Leygardagur 04. mai 2024

Pedagogar: Semja um trý ára sáttmála

Fyrsta ferðin í langa tíð, at semingsstovnurin ikki varð drigin við í samráðingarnar hjá pedagogunum

Sanna á Løgmansbø og Ruth Vang skrivaðu undir semjuna í Tinganesi seinnapartin (Mynd: Føroya Pedagogfelag)
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

Føroyar Pedagogfelag gjørdi mánadagin semju við Fíggjarmálaráðið og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið um nýggjan trý ára sáttmála.

Sáttmálin hjá pedagogunum gekk út 1. apríl í fjør.

Pedagogfelagið vísti í dagføring á Facebook á, at hetta er fyrstu ferð í langa tíð, at felagið ger sáttmálasemju uttan at semingsstovnurin verður drigin við í samráðingarnar. Hetta boðar frá jaligari arbeiðsgongd millum partarnar, skrivar felagið.

So at siga øll nevndin í Føroya Pedagogfelag varð skift út á aðalfundinum fyrst í mars mánaði, og tá fekk felagið eisini nýtt forfólk.

Sanna á Løgmansbø, forkvinna, segði við útvarpið hjá KvF, at tey í samráðingunum hava lagt seg eftir at fáa sum mest burtur úr karminum, sum hesaferð er søguliga høgur.

Í tíðindaskrivi frá arbeiðsgevarasíðuni varð greitt soleiðis frá semjuni:

Sáttmálin partanna millum gekk út 1. apríl 2023. Partarnir handaðu krøv tann 6. september 2023. Síðani hava fleiri fundir verið, áðrenn stígur kom í samráðingarnar í februar 2024, meðan Føroya Pedagogfelag fyrireikaði seg til aðalfund.

Síðani nýggj nevnd og forkvinna, Sanna á Løgmansbø tóku við leiðsluni í Føroya Pedagogfelag fyrrapartin í mars 2024, hava partarnir havt nakrar samráðingarfundir.

Samráðingarnar bóru má mál í dag mánadagin 29. apríl 2024.

Sáttmálaskeið og lønarhækkan:

Semjan er fyri tíðarskeiðið 1. apríl 2023 til 31. mars 2026. Lønarhækkanin samsvarar við hækkanina, ið onnur feløg hava fingið:

  • Tann 1. apríl 2023 hækkar lønin 3,8%

Tann 1. januar 2024 verður galdandi lønartalva dagførd við lønarlyftinum til ávikavist námsførðingar, atstøðingar og hjálparfólk.

  • Tann 1. apríl 2024 hækkar lønin 4,2%
  • Tann 1. apríl 2025 hækkar lønin 4,45%

Partarnir eru samdir um dagføringar og tillagingar um m.a.

Broyting í eftirlønini:

  • Eftirlønin til fastløntir námsfrøðingar og hjálparfólk á dagstovnaøkinum fer úr 12% upp í 13% tann 1. januar í 2025
  • Fastlønt hjálparfólk á landsins stovnum fara úr 12% upp í 13% í eftirløn tann 1. januar

Broyting í skalagongdum:

Broytingar eru avtalaðar í skalagongdini hjá ávikavist námsfrøðiligum ráðgevum og hjálparfólkum við pedagogiskari ábyrgd, galdandi frá 1. juli 2024.

Førleikaviðbøtur:

Hjálparfólk fáa nýggja áseting um førleikaviðbót fyri serstakar førleikar í sáttmálan.

Aðrar broytingar:

Tillagingar eru gjørdar í ásetingum um m.a. starvsaldur, starvslýsingar, barnsferð v.m.

Partarnir hava gjørt avtalu um í sáttmálaskeiðinum at gera ymiskt felagsarbeiðið m.a. at gera eina nýggja og meira einfalda lønartalvu.

[object Object]Per Margin Gregersen, formaður í Kommunala Arbeiðsgevarafelagnum, Sanna á Løgmansbø, forkvinna í Føroya Pedagogfelag og Ruth Vang, landsstýriskvinna við mentamálum. Aftanfyri standa hinir nevndarlimirnir í pedagogfelagnum (Mynd: Føroya Pedagogfelag)


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 29. apríl 2024

5

Størv

Farmakonomur til okkara KT-deild

Meira Umsóknarfreist: 29. november 2024

Stjóri til nýtt altjóða sølufelag

Meira Umsóknarfreist: 16. desember 2024

Vit søkja eftir námsfrøðingum og hjálparfólkum til Sóljuhjarta

Meira Umsóknarfreist: 29. november 2024

Leiðandi farmakonomur til nýggja apotekið í Vágum

Meira Umsóknarfreist: 22. november 2024

Løgfrøðingur til Fiskivinnu- og samferðslumálaráðið

Meira Umsóknarfreist: 01. januar 2025

Kontrollari til landsroknskapin

Meira Umsóknarfreist: 22. november 2024

Leiðari til Keyp Landsins

Meira Umsóknarfreist: 22. november 2024

Móttøkufólk / lærlingur til Reyni Service

Meira Umsóknarfreist: 29. november 2024

Roknskaparfólk til fíggjardeildina

Meira Umsóknarfreist: 24. november 2024

Kostframleiðsluleiðari til Umlættingar- og rehabiliteringsdepilin Urd

Meira Umsóknarfreist: 14. november 2024

Stjóri til Tjóðpall Føroya

Meira Umsóknarfreist: 01. desember 2024

Seniorrådgivare till att arbeta med miljö- och klimatfrågor till avdelningen för tillväxt och klimat på Nordiska ministerrådet i Köpenhamn

Meira Umsóknarfreist: 05. desember 2024
6 Leygardagur 04. mai 2024

Njál farin

Føroya kendasti frelsunnar-hermaður, Njál McKay Djurhuus gjørdist 83 ár

 
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

Summir føroyingar eru upp á fornavn við eina heila tjóð. Ein teirra er nú ikki til meira.

Hóast Njál McKay Djurhuus búði í Noregi tað mesta av lívi sínum, so vistu nærum allir føroyingar hvønn tosað var um, tá tosað var um Njál.

Jú, tað er hann, sum plagar at røða á Vaglinum undan midnáttarsanginum á ólavsøku. So vistu øll, hvør talan er um.

Fríggjamorgunin bórust boðini um, at Njál McKay Djurhuus, hevur givið upp andan eftir at hava verið sjúkur í eina tíð. Njál gjørdist 83 ára gamal.

Njál Djurhuus halgaði, saman við konuni Ernu, sum andaðist í 2016, sítt lív til virkið í Frelsunnarherinum. Føddur og uppvaksin í Havn, men tey virkaðu tað mesta av lívinum í Oslo, ikki bara í samkomunum har, men serliga úti á gøtunu millum tey fátækastu í norska høvuðsstaðnum. Njál brúkti nógvar nætur at ganga rund í gøtunum í Oslo og tryggja sær, at drykkjufólk, narkomanar og onnur, sum ikki høvdu nakað stað at vera um náttina, høvdu tað gott, og hann bjóðaði teimum eisini at koma innar til Frelsunnarherin at fáa suppu, eitt bað og eitt gott orð ella bøn á vegnum.

Ein sannur stríðsmaður, sum virkaði eftir leiðreglunum hjá William Boot, ið stovnaði The Salvation Army í 1865.

Bernhard Højgaard Petersen, ein av hermonnunum í Frelsunnarherinum í Havn, skrivar á Facebook í morgun, at Njál var ein rættur føroyingur, ‘salvationistur’ og eitt fantastiskt menniskja, sum nú er ‘forfremmaður til herligheitina’. Norskar vendingar eru ikki óvanligar at hoyra í hesi samkomuni, og Njál var kanska tann, ið var mest kendur fyri slíkar ‘fornorskingar’ av føroyska málinum.

[object Object]
Njál og Erna Djurhuus fingu í 2007 gullmedalju frá Noregskongi (Mynd: kongehuset.no)

Men fólk elskaðu at hoyra Njál prædika. Serliga á Vaglinum ólavsøkukvøld undan midnáttarsanginum, tá Njál, sum trúfastur vitjaði heimlandið á ólavsøku, kundi rúnarbinda føroyingar í túsundavís við sínum prædikum, sum lýstu av lívsklókskapi, sterkari trúgv og mannatokka. Av sonnum ein fyrimynd hjá nógvum menniskjum.

Fyri sítt stóra hjálpandi arbeiði millum tey fátæku í Oslo, vóru Njál og Erna Djurhuus í 2007 heiðrað við gullheiðursmerki frá Haraldi kongi. Í 2021 fekk Njál heiðurbræv “fyri væl útint verk, teimum veikastu at gagni” frá Tórshavnar kommunu.

Í 2019 kom út bók um Njál og lívsverk hansara, sum Óli Jacobsen skrivaði. Heitið á bókini er "Njál - ljós í skugga". Myndin ovast í hesi greinini er forsíðumyndin á hesi bókini.

Lurta eftir sending um Njál Djurhuus, sum var at hoyra í útvarpinum hjá Kringvarpinum um jóltíðir í 2012 

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 03. mai 2024

7 Leygardagur 04. mai 2024

Nú er MR-skannarin á Klaksvíkar Sjúkrahúsi

Stórur dagur fyri Klaksvíkar Sjúkrahús týsdagin. Eftir ætlan skal skannarin vera til reiðar at taka ímóti sjúklingum ímóti endanum av mánaðinum

- Hetta er dagurin, sum vit hava miðað okkum eftir seinastu mánaðarnar (Mynd: Klaksvíkar Sjúkrahús/Petur Martin Solmunde)
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

- Dagurin í dag - dagligdagur fyri summi, nakað heilt serstakt fyri okkum.

Soleiðis bryjaði Klaksvíkar Sjúkrahús eitt stutt skriv á Facebook-síðu sínari seinnapartin týsdagin. Hetta í samband við at nógv umrøddi MR-skannarin kom uppá pláss í Klaksvík fyrrapartin henda dagin.

- Hetta er dagurin, sum vit hava miðað okkum eftir seinastu mánaðirnar, og vit kunnu nú fegnast um, at alt arbeiðið rundan um MR-kabinuna, byggiarbeiðið og tær mongu teknisku installatiónirnar hava gingið væl og fullkomiliga eftir tíðarætlanini, ið Siemens og Landsverk hava stungið út í kortið.

Sonevndi Tesla 3 MR-skannarin er ein gáva frá fyritøkum, og skal hann gera møguleikarnar betri.

Næsta stigið er, at Siemens fer at installera sjálvan skannaran og royndarkoyra hann, so hann verður klárur at taka ímóti sjúklingum í viku 21, skrivar Klaksvíkar Sjúkrahús.

Tað vil siga, at skannarin helst er til reiðar at nýta seint í mai - vika 21 byrjar mánadagin 23. mai.

[object Object]

[object Object]

[object Object]Nógv hava virkað fyri at hetta skal eydnast (Mynd: Klaksvíkar Sjúkrahús/Petur Martin Solmunde)


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 30. apríl 2024

8 Leygardagur 04. mai 2024

Kanna tíni móðurmerki á Landssjúkrahúsinum

Krabbameinsfelagið og húðambulatoriið bjóða áhugaðum at lata seg kanna fyri at fyribyrgja móðurmerkjakrabba

 
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Mai mánaður er altjóða melanom mánaður. Móðurmerkjakrabbi (malignt melanom) er krabbamein, ið kemur í móðurmerki. Í mai mánaði varpa Krabbameinsfelagið saman við húðambolatoriinum á Landssjúkrahúsinum ljós á húð- og móðurmerkjakrabba.

Hetta verður gjørt við at bjóða áhugaðum at melda seg til at koma til húðlækna í húðambulatoriinum á Landssjúkrahúsinum hósdagin 16. mai at læra meira um móðurmerki og at fáa móðurmerki síni kannað.

Vit hesum átaki vóna fyrireikararnir at økja um vitanina og tilvitskuna um vandamiklu móðurmerkini. Krabbameinsfelagið luttekur á degnum við kunnandi faldarum.

Móðurmerkjakrabbi er tað vandamiklasta slagið av húðkrabba, og er talið av tilburðum vaksið nógv seinastu 50 árini. Vandin at fáa móðurmerkjakrabba er eitt nú tengdur at hvørji húðtýpu, ein hevur.

Tær ljósu húðtýpurnar, ið lættliga brenna seg í sólini, eru í nógv størri vága at fáa móðurmerkjakrabba.

Móðurmerkjakrabbi kann stava frá UV-geisling frá sól og solarium, og sólbrunar á ungum árum illteinkjast serliga at elva til móðurmerkjakrabba. Tí er umráðandi at verja børnini og tey ungu ímóti vandamiklu UV-strálunum – eisini í Føroyum. Tó at ikki ber til púrasta at forða móðurmerkjakrabba at taka seg upp, finnast fyribyrgjandi stig, ið vit kunnu taka. Eitt nú í mun til góðar sólvanar, at verja okkum fyri sólbruna og at snarkanna fyri krabbamein. Verður móðurmerkjakrabbin uppdagaður skjótt, eru útlitini góð. Viðgerðin er í flestu førum skurðviðgerð, men kann viðgerðin eisini vera medisinsk.

Tað er avmarkað pláss at sleppa at kanna síni móðurmerki. Luttøka krevur tilmelding, og fáa luttakarar eina tíð, ið verður tillutað eftir tilmeldingunum. Tilmeldingarfreistin er fríggjadagin 10. mai.

Húðambulatoriið heldur í Útistovu á Landssjúkrahúsinum. 

[object Object]

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 29. apríl 2024

9 Leygardagur 04. mai 2024

Nýggj farleið millum Keflavík og Vágar

Icelandair byrjaði í vikuni flúgvingina upp á Føroyar

Her koma fyrstu ferðafólkini úr flogfarinum hjá Icelandair, sum nú flýgur regluliga millum Ísland og Føroyar (Mynd: Ólavur Frederiksen / Faroephoto)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Íslendska flogfelagið Icelandair byrjaði mikudagin uppá regluligu flúgvingina millum Keflavík og Vágar.

Í góðveðrinum lendi fyrsta Bombardier Dash 8 Q400 í Vágum. Flogførini av hesum slagnum taka 76 ferðandi og túrurin tekur umleið ein tíma og trý korter.

Icelandair fer at flúgva upp á Føroyar fimm feðrir um vikuna henan fyrsta mánaðin, og frá 1. juni verður flogið seks ferðir.

Ólavur Frederiksen, Faroephoto, tók myndirnar niðanfyri í góðveðrinum á Vága Floghavn, tá skipað var fyri móttøku í sambandi við fyrsta túrin hjá Icelandair. Tað eru 20 ár síðan seinast, at Icelandair fleyg upp á Føroyar.

Fleiri myndir her

[object Object]

[object Object]

[object Object]

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 02. mai 2024

10 Leygardagur 04. mai 2024

Góður ársfjórðingur hjá Føroya Banka

Føroya Banki kunngjørdi í vikuni roknskapartølini fyri fyrsta ársfjórðing í ár. Hóast tíðarskeiðið hevur verið merkt av hægri niðurskrivingum, eru úrslitini sum heild góð

 
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Úrslitið hjá Føroya Banka fyri skatt er 70 milliónir krónur, sum er eitt vet lægri enn sama tíðarskeið í fjør, tá ið úrslitið fyri skatt var 75 milliónir.  Nøktandi úrslitini stava í høvuðsheitum frá rentuinntøkum, avkasti á eginognini og eini góðari javnvág millum inntøkur og útreiðslur.

Kundarnir hava tað gott hóast niðurskrivingar

Umframt nøktandi úrslit henda fyrsta ársfjórðingin í 2024, hevur tíðarskeiðið eisini verið merkt av niðurskrivingum. 2023 var sjeynda árið á rað, har bankin afturførdi niðurskrivingar, men sum áður fráboðað, verða niðurskrivingar helst á einum meira vanligum støði í ár samanborið við undanfarnu árini.

- Hóast vit sígga eina øking í niðurskrivingum, so er hetta ikki eitt tekin um, at okkara kundar sum heild hava tað trupult. Hyggja vit til dømis eftir troti, skáum og samansparingunum, sum kunnu siga nakað um, hvørt kundarnir hava fíggjarligar avbjóðingar ella ikki, so eru eingi tekin um, at kundarnir ikki klára at svara sínum skyldum. Vit síggja enntá eina hækking í samansparingunum seinastu árini, sigur Turið F. Arge, forstjóri í Føroya Banka.

Tey seinastu árini hava í stóran mun verið skiftandi. Bæði korona, geopolitiskir spenningar, sveiggj á virðisbrævamarknaðinum, hækkandi inflatión og fleiri rentuhækkingar hava elvt til eina støðuga búskaparliga óvissu í heiminum.

- Sum ein tann størsti peningastovnurin í landinum er tað okkara leiklutur at skapa fíggjarligar møguleikar, men tað er eisini okkara skylda at virka fyri fíggjarligum tryggleika. Vit eru tí fegin um, at okkara kundar hava staðið seg væl í einum avbjóðandi tíðarskeiði. Vit fylgja støðuni neyvt og hava allatíð fyri eyga at ráðgeva okkara kundum við atliti at skiftandi tíðum, soleiðis at kundin kann vera so fíggjarliga tryggur sum gjørligt, sama hvussu búskaparliga støðan annars er, sigur Turið F. Arge, forstjóri.

Lækkað gjøld og hægri innlánsrenta

Tíðarskeiðið hevur eisini verið merkt av, at bankin í byrjanini av árinum valdi at lækka fleiri gjøld og at gera Netbankan ókeypis fyri allar privatkundar. Sostatt kunnu allir privatkundar fáa Netbanka ókeypis og gera flytingar – annaðhvørt vanligar ella sum inngjaldskort – púra ókeypis.

Í farna ári hækkaði bankin eisini innlánsrentuna í fleiri umførum, soleiðis at kundar nú kunnu spara saman við rentu.

- Vit hava bestu innlánsrentuna á vanligum kontum uttan binding. Okkara kundar kunnu tí fáa meira fyri sínar pengar uttan at binda pengarnar. Vit hava eisini hækkað rentuna á øðrum kontum, og tað er gott at síggja, at alsamt fleiri kundar hava tikið av hesum møguleikunum, tí tað kann gera stóran mun hjá einstaka kundanum at hava sínar pengar standandi á eini kontu við góðari rentu, sigur Turið F. Arge, forstjóri.

Útlitini fyri restina av árinum

Útlitini fyri restina av árinum eru sum heild góð. Roknskapartølini bera boð um nøktandi úrslit higartil, og hóast niðurskrivingarnar eru hækkaðar nakað, so eru væntanirnar til samlaða úrslitið fyri árið óbroyttar. Bankin væntar, at úrslitið eftir skatt fyri 2024 verður millum 225-255 milliónir krónur.

Útgangsstøðið hjá føroysku húsarhaldum og fyritøkum er sum heild eisini gott. Renturnar fara helst at lækka í ár, tó ikki við tí ferðini og títtleikanum, sum renturnar hækkaðu í fjør. Harumframt eru møguligar rentulækkingar eisini treytaðar av, at inflatiónin lækkar. Inflatiónin er tálmað nakað, men ikki so nógv, sum marknaðurin áður hevur væntað.

Roknskapurin í stuttum

  • Úrslitið eftir skatt er 55 mio. kr. samanborið við 61 mio. kr. sama tíðarskeið í 2023.
  • Rakstrarúrslitið fyri niðurskrivingar er 70 mio. kr. samanborið við 49 mio. kr. sama tíðarskeið í fjør.
  • Niðurskrivingar á útlánum eru 23 mió. kr. Til samanberingar afturførdi bankin niðurskrivingar fyri 8 mió. kr. fyrsta ársfjórðing í fjør.
  • Útlánini eru hækkað úr 8,4 mia. kr. fyrsta ársfjórðing í fjør upp í 8,9 mia. kr. fyrsta ársfjórðing í ár.
  • Realkredittlánini eru 2,6 mia. kr. og eru áleið tað sama sum fyrsta ársfjórðing í fjør.
  • Innlánini eru hækkað úr 8,5 mia. kr. fyrsta ársfjórðing í fjør upp í 8,9 mia. kr. fyrsta ársfjórðing í ár.
  • Solvensurin íroknað NEP-kapital er 39,9%.
  • Leiðslan væntar, at úrslitið eftir skatt fyri 2024 verður millum 225-255 mió. kr.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 02. mai 2024

11 Leygardagur 04. mai 2024

Kappingarmál og nýggja farnetið ávirkaðu ársúrslitið hjá Føroya Tele

Ársúrslitið var 20 milliónir krónur eftir skatt í 2023

(Savnsmynd: Føroya Tele)
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Føroya Tele hevði 20 milliónir krónur í avlopi eftir skatt í 2023. Høgir kostnaðir av kappingarmálum, avseting til bót í 100 GB-málinum og seks milliónir krónur í niðurskriving av Huawei-kjarnuútgerðini merktu, at ársúrslitið gjørdist nakað lakari enn ætlað.

Ársúrslitið hjá Føroya Tele var 20 milliónir krónur eftir skatt í 2023. Tað er hægri enn í 2022, tá ið úrslitið var 14 milliónir eftir skatt, men ikki á støði við 2021, tá ið avlopið eftir skatt var góðar 40 milliónir krónur.

Hóast hetta eru nevnd og stjórn samanumtikið nøgd við 2023, har samfelagsliga týðandi íløgur vórðu gjørdar í farnetið, og har stór tøk vórðu tikin í verkætlanini Fipur-Til-Heimið.

Samtakið gjørdi íløgur fyri tilsamans 184 milliónir krónur, ið eru við til at framtíðartryggja føroyskt fjarskifti. 5G, sum nú er tendrað, er grundarlagið undir talgilda samfelagnum.

Í verkætlanini Fipur-Til-Heimið verður koparnetið skift út og lagt av nýggjum við fipurtøkni. Fipur er nútímans tøkni, sum gevur skjótt og álítandi internetsamband gjøgnum ljósleiðarar.

Ársúrslitið
Í 2023 varð ársúrslitið 20 milliónir krónur eftir skatt. Neyðugt var at niðurskriva Huawei-kjarnuútgerðina í samtakinum við seks milliónum krónum, og málini við Kappingareftirlitið vórðu avgreidd við semju og bót. Málini høvdu við sær, at Føroya Tele brúkti nógva løgfrøðiliga ráðgeving umframt aðra ráðgeving í 2023.

Samstarvið við Nema um farnetið skuldi av røttum byrja í fyrru hálvu av 2023, men seinkingar gjørdu, at hetta varð útsett til februar 2024. Tískil vóru ongar væntaðar inntøkur frá nýggja farnetinum við í rakstrinum fyri 2023.

Um sloppið varð undan umrøddu negativu ávirkan á raksturin, hevði úrslitið verið væl oman fyri 35 milliónir krónur eftir skatt. Útlitini fyri 2024 eru hinvegin góð, og um einki óvæntað hendir, verður roknað við munandi betri ársúrsliti í ár sammett við í fjør.

Trupul mál vórðu avgreidd í 2023, m.a. í semju við Kappingareftirlitið, og Føroya Tele fer nú burturav at hugsavna seg um kjarnuvirksemið.

30 milliónir krónur í vinningsbýti
Á aðalfundinum týsdagin varð samtykt at lata Føroya Landsstýri, sum eigur allan partapeningin í samtakinum, 30 milliónir krónur í vinningsbýti. Tað er sama upphædd sum fyri 2022 og 2021.

Í samtaksnevndini eru Bjarni Arnason, formaður, Johnni M. Poulsen, næstformaður, Lena L. Mohr og Annbritt Tummasdóttir Andersen, sum øll fýra eru vald av landsstýrinum. Starvsfólkavaldu umboðini eru Ólavur Simonsen, Levi T. Nybo og Janus Djurhuus.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 30. apríl 2024

12 Leygardagur 04. mai 2024

Posta næstan sjey milliónir í halli

2023 hevur verið avbjóðandi hjá almenna partafelagnum Posta, sum tó væntar betur úrslit í 2024 og 2025

Hans Jákup Langgaard tók við sum stjóri í Posta í desember 2023, eftir at Joel undir Leitinum í fjørsummar fór úr starvi (Mynd: Posta)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Posta hevur í dag kunngjørt ársroknskapin fyri 2023.

Sølan í 2023 var 124,5 milliónir krónur, sum var minni enn undanfarna ár, tá ið hon var 134 milliónir krónur. Raksturin áðrenn avskrivingar gav eitt avlop á 7,6 milliónir krónur, og úrslitið eftir skatt var eitt hall á 6,9 milliónir. Úrslitið er íroknað niðurskrivingar og sølu av einum dótturfelagi.

Flutningsmynstrið hjá húskjum og vinnu var ávirkað av uttanhýsis umstøðum í heiminum, eitt nú prísvøkstri og rentum. Samstundis minkaði talið av brøvum 19 prosent, og tað er meira enn undanfarin ár. Serliga tað seinna ávirkaði úrslitið neiligt. Tørvurin at senda og móttaka brøv er broyttur, og nógvar fyritøkur og stovnar hava umlagt samskiftið við viðskiftafólk og borgarar til talgilt samskifti.

- Vit hava eina uppgávu fyri framman, sum snýr seg um at gera virksemið enn meira kappingarført, tillaga virksemið til broytingarnar í marknaðinum, seta kundan í fokus umframt at fokusera upp á tey økini, sum loysa seg frameftir. Eg havi góðar vónir um framtíðina , sigur Hans Jákup Langgaard, stjóri á Posta.

Posta væntar væl betur úrslit i bæði 2024 og 2025, verður sagt.

Í nevndini í Posta eru Jóan Magnus Rasmussen, formaður, Reidar Nónfjall, næstformaður, Guðrið Højgaard, nevndarlimur, Jóannis Iversen, nevndarlimur, starvsfólkaumboð, Steinvør Jacobsen, nevndarlimur, starvsfólkaumboð.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 03. mai 2024

13 Leygardagur 04. mai 2024

Sendu væl størri nøgdir til endurvinningar í 2023

IRF tók ímóti 40.298 tonsum av burturkasti í 2023 - harav fór ein triðingur til endurvinnaingar. Rakstrarúrslitið vísti eitt avlop á 45.000 krónur

Málið er, at endurvinna 50 prosent av burtrukastinum í 2030. Um tað skal eydnast, skulu munagóð átøk gerast
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

IRF hevði aðalfund mikudagin, og ársúrslitið fyri 2023 er 45.000 krónur í avlopi. Burturkastnøgdirnar eru øktar nakað í 2023, men í mun til miðaltalið fyri seinastu fimm árini liggja burturkastnøgdirnar undir miðal. Vit senda alsamt meira burturkast av landinum til endurvinningar, men søluprísirnir fyri hesar burturkastbólkarnar eru lækkaðir munandi.

Í 2023 tók IRF ímóti 40.298 tonsum av burturkasti. Av hesum vórðu 57,1 prosent brend, 33,5 prosent fóru til endurvinningar, og 9,4 prosent vórðu tyrvd.

Tepurt avlop í 2023

Rakstrarúrslitið fyri 2023 er 45.000 krónur í avlopi. Í rakstrarætlanini er roknað við 105.000 krónum í avlopi. 

Seinastu tvey árini er kostnaðarstøðið hækkað munandi kring allan heimin, og inflatiónin hevur verið methøg. Inflatiónsvøksturin er ikki so stórur í løtuni, og útlit eru fyri, at rentan fer at lækka seinni í 2024.

Hækkaða kostnaðarstøðið merkist væl hjá IRF, og tað sæst millum annað í lønar- og rentuhækkanum, umframt prísvøkstri á vørum og tænastum.

Inntøkurnar í 2023 eru 1,1 millióni størri enn mett, annar uttanhýsis kostnaður er 1,7 milliónir minni, og starvsfólkakostnaður er 161.000 krónu størri enn mett frammanundan. Í 2023 gjørdi IRF íløgur fyri tilsamans 18,6 milliónir krónur

Bruttoúrslitið fyri 2023 gjørdist 70,2 milliónir krónur, sum er 4,7 milliónir betri enn í 2022. Fíggjarstøðan javnvigar við 311 milliónum í 2023 í mun til 304 milliónir krónur í 2022.

Vit senda støðugt meira av landinum til endurvinningar

IRF sendir nógvar ymiskar burturkastbólkar av landinum til endurvinningar. Samlaði útflutningurin í 2023 var 7.819 tons, sum er 8,9 prosent meiri enn í 2022. Vøkstur var í nærum øllum endurvinningarbólkunum hjá IRF í 2023. IRF er ment nógv seinastu árini, serliga tá ið tað snýr seg um plastendurvinning. Sum dømi kunnu vit nevna, at vit í 2023 sendu størri nøgdir av trolum, stórsekkjum, graslíkisvøllum og bleytum vøruplasti til endurvinningar enn í 2022.

Hóast meira varð sent av landinum til endurvinningar í 2023 enn í 2022, vóru søluprísirnir í 2023 munandi verri, og tí gav endurvinningarskipanin eitt munandi minni avlop í 2023 enn í 2022.

Tað gongur spakuliga rætta vegin

Samanumtikið vísa nýggjasta hagtølini hjá IRF, at tað spakuliga gongur rætta vegin á burturkastøkinum í Føroyum. IRF hevur sett sær sum langtíðarmál at endurvinna 50 prosent, brenna 47 prosent og tyrva 3 prosent av burturkastinum í 2030. Skulu hesi málini røkkast, skulu munagóð átøk gerast næstu seks árini.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 01. mai 2024

14 Leygardagur 04. mai 2024

Avkastið av ogn landskassans var 222 millónir krónur í 2023

Aftaná eitt trupult og óvanligt ár á fíggjarmarknaðinum í 2022, gjørdist 2023 eitt gott ár hjá íleggjarum. Avkastið var nærum sjey prosent, ið er høgt í mun til undanfarin ár

 
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Aftaná eitt trupult og óvanligt ár á fíggjarmarknaðinum í 2022, gjørdist 2023 eitt gott ár hjá íleggjarum, serliga síðstu tveir mánaðirnar av árinum vóru góðir. Høvuðsorsøkin var, at FED, tann amerikanski miðbankin, gav tekin um, at nú fóru renturnar ikki at hækka meira og møguliga, at tær fóru at lækka aftur í 2024.

Talvan herundir vísir árliga virðisbrævaavkastið hjá lands­kassa­num síðani 2017. Avkastið var gott í øllum árunum, uttan í 2018 og 2022. Avkastið av íløgurøktini sveiggjar meira ella minni frá einum ári til annað, og tað sást týðiliga í 2018, 2019 og ikki minst í 2022.

Fyri at meta um, hvørt ein íløgu­strategi er góð, er rættari at hyggja at miðal­av­kast­inum yvir nøkur ár. Síðani 2017 hevur miðal­ av­kastið av landskassans fíggjarognum verið 1,6 prosent ella 54 mió. kr. um árið. Tað er serliga 2022, sum hálar miðalavkastið niður.

Les ársfrásøgnina frá landsbankanum her.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 01. mai 2024

15 Leygardagur 04. mai 2024

Angry Birds mennari: - Ger tað, sum tú elskar og brennur fyri

Míni ráð til ung fólk er, at tey brúka sína tíð upp á tað, tey elska og brenna fyri. Míni ráð til leiðarar, sum hava ung starvsfólk, er at skapa umstøður, so ungu starvsfólkini kunnu elska sítt starv, sigur Peter Vesterbacka, sum hevur verið við at menna Angry Birds

(Mynd: Jákup Bech Jensen)
SkrivaÐ:

Jákup Bech Jensen

Piirrä ite – tekna tað sjálv/ur!

Bestu skúlar og universitet í heiminum eru í Finnlandi. Tað mest umráðandi at læra tey lesandi er at spyrja hví? Í Asia læra næmingar nógvar lærugreinar, men tey læra ikki at seta kritiskar spurningar. Um ein stjóri í Finlandi biður eitt starvsfólk tekna ein hest, so er svarið piirrä ite, sum merkir, tekna sjálvur!

Tað er ikki bert ókey, men væntað, at tú sum starvsfólk setur kritiskar spurningar til leiðsluna. Fyri at fáa starvsfólk at gera eina uppgávu, er tað umráðandi, at tey síggja meiningina við at útføra uppgávuna, og tí riggar tað ikki at biðja nakran tekna ein hest uttan at greiða frá orsøkini, sigur Peter.

[object Object](Mynd: Jákup Bech Jensen)

Um ein leiðari megnar, at greiða frá, hví tað er umráðandi, at uppgávan verður gjørd, og hvussu uppgávan er partur av eini størri heild, so er møguligt at fáa starvsfólk at elska og brenna fyri síni uppgávu.

Tonik
Peter Vesterbacka er í Føroyum í løtuni. Hann luttekur á tøkni- og listaráðstevnuni Tonik, sum var í Sjóvinnuhúsinum í gjár.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 03. mai 2024

16
Leygardagur 04. mai 2024

Nýggi Høgaberg kemur í oktober/november

Í Skagen hava teir úr at gera, nú tvey føroysk skip skulu latast í ár. Eftir ætlan verður Finnur Fríði liðugur í mai og Høgaberg í oktober/november

(Mynd: Svenning Hansen)
SkrivaÐ:

Føroyska Sjómansmissiónin

Á Karstensens Skibsværft í Skagen hava teir nógv at gera. Millum skipini, sum eru í gerð har, eru tvey føroysk. Tað eru systirskipini Finnur Fríði hjá Varðanum í Gøtu og Høgaberg hjá Framherja í Fuglafirði.

Skrokkarnir eru gjørdir í Polandi og skipini verða gjørd liðug í Skagen.

Eftir ætlan verður Finnur Fríði liðugur í mai og Høgaberg í oktobur/novembur.

Skipini eru 88 metrar lang og 17,5 metrar breið og lasta uml 3.400 tons hvørt.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 30. apríl 2024

17
Leygardagur 04. mai 2024

Tróndur í Gøtu farin úr flotanum

Uppsjóvarskipið Tróndur í Gøtu varð í dag strikaður úr føroyska flotanum

(Mynd: Sigmund av Teigum)
SkrivaÐ:

Kiran Jóanesarson

Uppsjóvarskipið Tróndur í Gøtu varð í dag strikaður úr føroyska flotanum, og hevur fingið heimstað í Noregi.

Uppsjóvarskipið Tróndur í Gøtu, sum Varðin læt byggja í 2010, er selt til norska reiðaríið K Halstensen.

Tróndur í Gøtu fór til Skagen í síðstu viku, har skipið skuldi landa seinastu lastina, og aftaná at skipið hevði landað, fór tað í dokk.

Hetta er vanlig mannagongd í sambandi við skipakeyp.

Týsdagin bleiv Tróndur í Gøtu so strikaður úr føroyska flotanum, og hevur nú fingið heimstað í Noregi.

Tróndur í Gøtu kom í føroyska flotan í 2010, tá ið skipið kom til Føroya sum nýbygningur av Karstensens skipasmiðjuni í Skagen. 

[object Object]Tróndur í Gøtu í dokkini í Skagen (Mynd: Sigmund av Teigum)

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 30. apríl 2024

18
Leygardagur 04. mai 2024

Bakkafrost framleiðir 2,7 milliónir máltíðir um dagin  

Í 2010 tók Bakkafrost samtakið 21.626 tons av fiski. Til samanberingar ætlar samtakið í 2026 at taka 140.000 tons í Føroyum og Skotlandi tilsamans. 16 ár og ein øking á góð 120.000 tons. Hesi árini eru nógv fleiri arbeiðspláss skapt, heilar veitaravinnur eru uppbygdar, og Bakkafrost framleiðir 2,7 milliónir máltíðir til heimin um dagin. 

Rúni M. Hansen, nevndarformaður í Bakkafrost.
SkrivaÐ:

Jan Müller

Hetta segði Rúni M. Hansen nevndarformaður m.a. á aðalfundinum hjá Bakkafrost 30. apríl. Í formansfrágreiðigini segði hann annars: 

- Ofta geva vit okkum ikki stundir at hyggja eftir stóru myndini, líta aftur á og síggja samanhangir. Hetta er ein sannroynd í ferðmiklu verðini, vit liva í. Tað kann skapa misskiljingar og óneyðugar ósemjur. Tí er neyðugt at hava heildarmyndina við, tá vit umrøða virksemið hjá hvørjum øðrum. 

Tað var fyrst og fremst eitt neyðugt stig at taka, tá Bakkafrost bleiv skrásett á keypsskálanum tann 26. mars 2010. Hetta skapti gjøgnumskygni fyri allar partar og peningaligar møguleikar fyri at byggja upp eina fyritøku í heimsflokki. Og nú – 14 ár seinni – hevur tað víst seg at vera ein góð avgerð fyri føroyska samfelagið og alivinnu, sum ikki altíð hevur heystað stór úrslit.   

Ofta verður tosað um tonsatøl í alivinnuni, og hóast hetta kanska ikki er so spennandi fyri øll, so geva tey eina góða ábending um, hvussu stórur vøksturin hevur verið – fyri felag, men sanniliga eisini samfelag.  

Í 2010 tók Bakkafrost samtakið 21.626 tons av fiski. Til samanberingar ætlar samtakið í 2026 at taka 140.000 tons í Føroyum og Skotlandi tilsamans.  

16 ár og ein øking á góð 120.000 tons.  

Tonsini eru ikki bara tøl, tí tey vísa eisini eina framgongd, sum kemur til sjóndar upp á aðrar mátar. Hesi árini eru nógv fleiri arbeiðspláss skapt, heilar veitaravinnur eru uppbygdar, og Bakkafrost framleiðir 2,7 milliónir máltíðir til heimin um dagin.  

Lat meg undirstrika, at hetta er als ikki gerandiskostur í alivinnuni, hyggja vit aftur í tíð. Frá 1980 til 2010 hevði føroyska alivinnan tey vánaligastu úrslitini í vinnuni yvirhøvur.  

Hvussu er framgongdin so hend? Umframt tað at myndugleikar og vinna funnu felags fótafesti í 2004, við góðum kørmum og aliskipan, so er tað síðani í stóran mun ígjøgnum íløgur á landi og einum sterkum toymi av dugnaligum starvsfólkum á øllum økjum. 

Útbyggingin av smoltstøðum í Føroyum hevur spælt ein stóran leiklut í virðisskapanini hjá Bakkafrost. Tað hevur eisini havt við sær, at aling sum hugtak er vend á høvdið, tí dentur hevur verið lagdur á framleiða stór smolt á landi, so sjófasan – og harvið nýtslan av firðunum - verður styttri og minni. 

Í 2010 taldu firðirnir meginpartin av virkseminum, meðan virksemið á landi var avmarkað. Í dag er tað øvugt. Nú telja firðirnir ein triðing av framleiðsluni, meðan virksemið á landi er størsti parturin.  

Ein onnur munandi broyting var, at felagið byrjaði at gera 5 ára íløguætlanir, sum skuldu menna felagið á burðardyggan hátt. Hetta strategiska arbeiðið byrjaði í 2013 og hevur verið sera umráðandi fyri felagið. Við núverandi íløguætlan, sum bleiv gjørd í 2023, fer felagið at seta 6,3 milliardir av til íløgur komandi fimm árini.  

Hetta eru stór tøl og vísa, hvussu stórar íløgur skulu til fyri framhaldandi at menna eitt felag og eina vøru í heimsflokki. Tað er eingin ivi um, at alivinnan er ein sólskinssøga, hyggja vit aftur á seinastu árini. Hon er vorðin hatta eyka beinið at standa á, sum vit í Føroyum ynskja fyri at skapa fíggjarligt og sosialt støðufesti í einum viðbreknum búskapi.  

Hetta skal sjálvandi halda fram, men neyðugt er við fleiri íløgum, framvegis sera dugnaligum starvsfólkum, frálíkum veitarum og einum føroyskum samfelagi sum viðleikara segði Rúni M. Hansen, nevndarformaður á aðalfundinum.  

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 02. mai 2024

19 Leygardagur 04. mai 2024

Ultramarine – tann fyrsta av 55 atløgum í ár

Ein nýggj tíð fyri framman fyri Tórshavnar havn

(Mynd: Tórshavnar havn)
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Fyrsta ferðamannaskipið, sum legði at bryggju í Havn mikumorgunin, boðaði frá, at árstíðin fyri ferðamannaskip nú er byrjað. Samstundis boðar hetta frá eini nýggjari tíð fyri Tórshavnar havn.

Fyrr í ár vóru lunnar lagdir undir ítøkiligt samstarv ímillum Tórshavnar havn og Visit Tórshavn, sum millum annað hevur við sær, at fólk er sett í starv at taka sær av ferðamannaskipum og tí, sum hartil hoyrir, burturav.

Tórshavnar havn hevur eisini gjørt eina nýggja heimasíðu, sum fyrst og fremst skal veita greiða kunning, millum annað um komur og fráferðir hjá ferðamannaskipunum, sum koma til Havnar í ár. Harumframt hevur Tórshavnar havn tikið ítøkilig stig til eina burðardyggari ferðavinnu fyri ferðamannaskipini, sum koma til Havnar.

Skilja ímillum ferðamannaskip, sum leggja at

Tórshavnar havn gjørdist í fjør limur í norðuratlantiska umhvørvisfelagsskapinum EPI (Environmental Port Index). Flestu havnir í Íslandi, Noregi og Orknoyggjum eru longu limir í felagsskapinum.

- Nú Tórshavnar havn eisini er blivin limur, er hetta ein ásannan um, at eisini Tórshavnar havn vil taka ábyrgd og gera sítt til eina burðardyggari ferðavinnu í Føroyum. Tað sigur stjórin hjá Tórshavnar havn, Hanus Mikkelsen, sum samstundis vísur á, at tey við hesum fara at fáa eitt betri grundarlag at vita, hvussu nógv skipini dálka, heldur enn at gita.

Beinleiðis úrslitið av limaskapinum fer at síggjast longu komandi ár. Við fyrsta skipinum, sum legði at bryggju mikumorgunin, kemur fyrsta skrásetingin fyri dálking eisini inn í dátugrunnin. Útfrá hesum hagtølum, ber betur til at skilja, hvussu nógv eitt skip dálkar og síðani at seta havnagjaldið eftir tí; tess meir eitt skip dálkar, tess størri er gjaldið.

Ultramarine fyrsta av 55 atløgum

Skipið, sum vitjaði Havnina í gjár, var 128 metrar langa skipið Ultramarine. Hetta er eitt sokallað ekspeditiónssikip. Umborð eru gott hundrað ferðafólk, sum í gjár vóru túrar við føroyskum ferðaleiðarum.

Skipið fór víðari ímóti Funningi ímóti midnátt mikukvøldið. Ultramarine var fyrsta av gott 55 atløgum, sum verða hjá Tórshavnar havn í summar. 26 av hesum atløgunum eru ekspeditiónsskip, meðan restin er størru ferðamannaskipini.

Síðsta atløgan í ár, verður 1.oktobur, tá ekspeditiónsskipið Hamburg kemur á Havnina. 

Tíðindaskriv frá Tórshavnar havn

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 02. mai 2024

20 Leygardagur 04. mai 2024

Innistongdur á vesinum – løgreglan breyt hurðina upp

Ymsar eru uppgávurnar hjá løgreglufólkunum

 
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

Tað eru ymiskar uppgávur, sum løgreglufólk verða send út at taka sær av.

Týskvøldið um 22-tíðina var ein maður í Havn farin ein túr á lítla rúmið í húsinum at hjálpa sær sjálvum, men ólukkutíð fyri hann, fór hurðin í baklás.

Eftir at maðurin og hini í húsinum høvdu gjørt tað tey kundu í royndini at fáa hurðina uppaftur, varð ringt á politistøðina at biðja um hjálp.

Løgreglufólk fóru á staðið, men heldur ikki tey fingu lásið uppaftur, og í samráð við mannin innanfyri varð avrátt at bróta hurðina upp.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 01. mai 2024

21 Leygardagur 04. mai 2024

Martin Joensen heiðraður við uppkalling

Nýggja sápan hjá Kemilux er uppkallað eftir tveimum av best umtóktu sangunum hjá tónaskaldinum Martin Joensen, Morgun og Ró.

Jeanette Lassen, vørumennari hjá Kemilux, við nýggju Morgunró-sápurøðini
SkrivaÐ:

Jákup Bech Jensen

Í samband við at Kemilux skuldi framleiða nýggja hondsápu, var ein stórur spurningur, hvussu sápan skuldi eita?

Tað skuldi vera eitt milt og róligt navn. Um somu tíð skuldi Jóhanna Zachariasen, góðskuleiðarin hjá Kemilux, fara frá fyri aldur. Jóhanna hevur starvast hjá Kemilux í 20 ár, og hon er kona Martin Joensen. Harumframt hevði Martin rundan føðingardag. Tí var avgjørt at heiðra Martin við uppkalling.

[object Object]

Sangirnir ‘Morgun’ og ‘Ró’ vóru millum uppskotini. Jóhanna kom so við uppskotinum at seta hesi bæði nøvnini saman til Morgunró. Hetta var einmælt samtykt.

Tað er Jeanette Lassen, sum hevur staðið fyri menningini av Morgunró.

Nú er framleiðslan av Morgunró byrjað, og sápan verður at fáa til keyps í handlunum kring landið í vikuni.

[object Object]Dávur Restorff Hansen, framleiðsluleiðari, og Reinhard Dam, starvsfólk hjá Kemilux

[object Object]

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 02. mai 2024

22 Leygardagur 04. mai 2024

Føroyskur slaktari fingið serligan heiður

Serligur heiður til bestu næmingarnar, sum hava lært til slaktara í danska kongaríkinum. Í ár fekk nýútbúni Ásbjørn Andrassarson Midjord úr Hvalvík heiðurin

Rúni Mohr, slaktarameistari og leiðari á Krás, og Ásbjørn Andrassarson Midjord (Mynd: Poul Hansen Heilsøla)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Danski felagsskapurin ”Slagtermesterforeningen for København og omegns Hus og Fond” lutar árliga út serligan heiður til bestu næmingarnar, ið hava lært til slaktara í danska kongaríkinum. Í ár fall heiðurin á nýútbúna slakataran hjá Krás, Ásbjørn Andrassarson Midjord úr Hvalvík.

Talan er um árliga Thorvald Michelsens legatið, har fýra teir bestu slaktaranæmingarnir í danska kongaríkinum fáa eitt legat við eini peningagávu, umframt heiðurin fyri at hava víst serligan ídni, dugnaskap og felagsanda undir útbúgvingini.

Rúni Mohr, slaktarameistari og leiðari á Krás, fegnast um, at hansara lærlingur hevur fingið henda heiðurin og sigur, at “tað er týðandi fyri okkara samfelag, at ungfólk taka handverkaraútbúgvingar eins og hesa. Tað er eitt týðandi og sermerkt handverk at haggreiða og framleiða kjøt, soleiðis, at føroysku døgurðaborðini eru tryggjaði fyrstafloks mat hvønn dag á árinum. Tað eru dugnaligir slaktarar sum Ásbjørn við til at tryggja.”

Ásbjørn er byrjaður í føstum starvi sum slakari hjá Krás, sum er matvøruvirki í Hósvík, ið framleiðir og meirgóðskar kjøt til føroyska gerandisdagin.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 02. mai 2024

23 Leygardagur 04. mai 2024

Súsanna er fyrsti føroyingur umborð á Global Mercy

174 metrar langa Global Mercy er heimsins størsta sivila sjúkrahússkip. Sjúkrarøktarfrøðingurin heldur næstu vikurnar til á skipinum, sum liggur í Sierra Leone

- Eg havi droymt um at gerast lækni ella sjúkrasystir, og at kunna fara umborð á eitt av skipunum – og tað geri eg nú. Súsanna Hendriksdóttir Olsen er úr Lamba og starvast vanliga í Keypmannahavn (Mynd: Mercy Ships)
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

Tann 20. apríl fór Súsanna Hendriksdóttir Olsen úr Lamba, umborð á sjúkrahússkipið Global Mercy, har hon tær næstu vikurnar skal starvast sum sjúkrarøktarfrøðingur.

Hetta kunnar Mercy Ships Føroyar um. Talan er ikki um eitthvørt skip, sum Súsanna er við.

Tað liggur í Freetown, sum er høvuðsstaður í Sierra Leone. 174 metrar langa Global Mercy er merkt 37.000 BRT og er heimsins størsta sivila sjúkrahússkip.

[object Object]
Mynd: Mercy Ships Føroyar

Skipið er fór í sigling í fjør, og við skipinum eru 450 hjálparfólk. Umborð eru sjey væl útgjørdar skurðstovur við tilsamans 80 seingjarplássum.

- Síðani eg var smágenta havi eg hoyrt um Mercy Ships, og tá skipið Anastasis vitjaði í Føroyum fyri nógvum árum síðani, var eg umborð har. Eg havi droymt um at gerast lækni ella sjúkrasystur, og at kunna fara umborð á eitt av skipunum – og tað geri eg nú.

Soleiðis sigur Súsanna, sum hevur lisið sjúkrarøktarfrøði á Setrinum og síðani hildið á við útbúgving og starvi í Keypmanahavn. Hon er upprunaliga úr Lamba.

Fleiri føroyingar hava gjøgnum tíðina verið við skipum hjá Mercy Ships, men Súsanna Hendriksdóttir Olsen er tann fyrsta, sum er við nýggjasta skipinum, skrivar Mercy Ships Føroyar.

- Leiðslan fyri Mercy Ships Føroyar arbeiða støðugt við at fáa fleiri føroyingar við skipunum hjá Mercy Ships. Umleið 7.000 skurðviðgerðir og túsundvís aðrar sjúkraviðgerðir verða árliga gjørdar umborð á Global Mercy.

Súsanna Hendriksdóttir Olsen kemur aftur úr Sierra Lione tann 9. juni.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 01. mai 2024

24 Leygardagur 04. mai 2024

Torkil Veyhe vart ph.d. á SDU

Torkil hevur gjørt royndir og sett modell upp fyri sniðgeving av burðardyggari festing av veirsloyfum i betongelementum. Verjan gekk væl, og havnarmaðurin heldur fram í starvi hjá COWI

Torkil Veyhe eftir lokna verju á Syddansk Universitet (Mynd: gransking.fo)
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

Hann er serliga kendur sum ein dugnaligur súkklari, men nú hevur havnarmaðurin eisini heitið sum ph.d. 

Heimasíðan gransking.fo skrivar, at fríggjadagin 26. apríl vardi Torkil Veyhe sína ph.d. Hetta var á Institut for Teknologi og Innovation, Syddansk Universitet, sum hevur høvuðssæti í Odense.

Í ph.d.-verkætlanini hevur Torkil Veyhe gjørt royndir og sett modell upp fyri sniðgeving av burðardyggari festing av veirsloyfum i betongelementum, har burðarmagnið er nøktandi og seiggið er gott, uttan ovurnýtslu av tilfari.

- Ritgerðin kallast "Design of Looped Wire Rope Connections between Concrete Wall-Elements: Experimental Investigation and Establishment of Mechanical Model for the Anchorage Capacity of Looped Wire Ropesin”. Ritgerðin er sett saman av einni frágreiðing uppá 200 s. við fylgiskjølum og tveimum vísindaligum greinum, harav onnur er útgivin og hin er til metingar. Ein samandráttur av arbeiðinum kann síggjast her.

[object Object]

[object Object]
Súkklarin - sum her hevur umboðað Føroyar á Oyggjaleikunum á Guernsey í 2023 - er nú eisini komin á mál við sínari ph.d ritgerð (Myndir: Jens Kr. Vang)

Sambært Granskingarráðnum var talan er um eina vinnu phd.-verkætlan, sum er gjørd í samstarvi millum Syddansk Universitet og COWI.

Henrik Brøner Jørgensen, lektari á SDU, hevur verið høvuðsvegleiðari, meðan Søren Gustenhoff Hansen og Bernt Suikkanen, báðir frá COWI, hava verið hjávegleiðari.

Í metingarnevndini vóru Lars German Hagsten, professari á Aarhus Universitet, Miguel Fernández Ruiz, professari á Universidad Politécnica de Madrid og Robert Vollum, professari á Imperial College London.

- Verjan gekk sera væl og tað var ein samd metingarnevmd, sum mælti til at Torkil Veyhe fær ph.d.-heiti.

Torkil Veyhe heldur fram í starvi hjá COWI.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 01. mai 2024

25 Leygardagur 04. mai 2024

Fráfaringargudstænasta í Christianskirkjuni

Hanus á Gørðum takkar sunnudagin fyri seg sum sóknarprestur í Norðoya vestara prestagjaldi. Sunnudagin verður hann innsettur í embætið sum prestur á landssjúkrahúsinum og varðhaldinum

(Mynd: Fólkakirkjan)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Eftir 16 ár sum sóknarprestur í Norðoya vestara prestagjaldi, takkaði Hanus á Gørðum sunnudagin fyri seg við gudstænastu í Christianskrikjuni.

Tað var hin 1. august 2008, at Hanus á Gørðum varð spurdur av Jógvani Fríðrikssyni at koma til Klaksvíkar sum vikarur í prestagjaldinum. Magnus B. Jørgensen var vorðin sjúkur og Niels Pauli Danielsen var við at fara frá sum sóknarprestur vegna aldur. 10. januar 2010 varð Hanus so settur í fast starv sum sóknarprestur við kirkjubóka- og jarðaferðarmyndugleika.

Hetta embætið hevur hann røkt, til hann 5. mai verður innsetur í Vesturkirkjuni sum sóknarprestur í Suðurstreymoyara vestara prestagjaldi við høvuðsábyrgd av Landssjúkrahúsinum og Varðhaldinum.

Tað verður Uni Næs, dómpróvstur, sum skipar Hanus á Gørðum í embætið.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 28. apríl 2024

26 Leygardagur 04. mai 2024

Beate heldur fram sum forkvinna hjá pensjónistunum

Aðalfundur í Landsfelag Pensjónista var undanfarna leygardag

 
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Landsfelag Pensjónista hevði aðalfund 20. apríl, har m.a. nevndarval var á skránni.

Tveir nevndarlimir stóðu fyri vali og tríggir varalimir.

Í nevndina vóru vald: Erhard Jacobsen, Vága Pensjónistafelag og Jákup Andreasen, Eldrafelagið Vesturskin. Sum varalimir vóru vald: Maria Olsen, Pensjónistafelagið Hugni, Elna Lamhauge Strøm, Pensionistafelagið í Havn og Annvør Jacobsen, Eldrafelagið á Eiði.

Nevndin í Landsfelag Pensjónista hevur skipað seg soleiðis:

Beate L. Samuelsen, forkvinna
Ingeborg Vinther, næstforkvinna
Alfred Olsen, nevndarlimur
Jákup Andreasen, nevndarlimur
Erhard Jacobsen, nevndarlimur 

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 29. apríl 2024

27 Leygardagur 04. mai 2024

Hallur Johannesen 30 ár á Strandferðsluni

Ólavur Hallur Johannesen byrjaði í starvi á Strandferðsluni 29. apríl 1994 og sigldi tey fyrstu seks árini sum motormaður við tí fjórða Smyrlinum

Niels Juel Arge, stjóri, Jóhan Petur Abrahamsen, fráfarandi rakstrarleiðari, Hallur Johannesen, skipsinspektørur og Klæmint Østerø, rakstrarleiðari
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Á Strandferðsluni høvdu tey í vikuni 30 ára starvsdag.

Ólavur Hallur Johannesen byrjaði í starvi á Strandferðsluni 29. apríl 1994 og sigldi tey fyrstu seks árini sum motormaður við tí fjórða Smyrlinum (Morten Mols).

Síðstu átta árini hevur hann verið skipsinspektørur. Hallur hevur siglt við at kalla øllum skipunum hjá SSL og kennir tey tí niður í minsta smálut: Teistin, Ternan, Ritan, Sildberin, Sam og Smyril (Morten Mols), Teistin (Mikkel Mols), Tróndur, gamla Ternan, Pride, Dúgvan. Hallur lærdi á Mest í 1982-86 og fór síðani á maskinskúla.

Hann sigldi árini 1990-94 við skeljatrolaranum Fame, Føroyingi, Váðasteini og Jógvan á Gørðum. Hallur er ættaður úr Hesti, har ið familjan enn hevur hús. Konan Randi og hann eiga fýra børn, og barnabørnini eru tvey.

Á móttøku á Farstøðini í Havn nýttu starvsfelagar, familja og vinir høvið til at heilsa upp á Hall á hansara 30 ára starvsdegi.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 03. mai 2024

28 Leygardagur 04. mai 2024

Kappaðust í støddfrøði

1.462 næmingar frá 3. til 9. flokk hava luttikið í kappingini, sum endaði við finalu í Norðurlandahúsinum leygardagin

 
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Leygardagin var finalan í støddfrøðikappingini Pangea 2024 hildin í Norðurlandahúsinum.

Kappingin byrjaði við undanumfari í januar á skúlunum runt landið, og 1.462 næmingar frá 3. til 9. flokk vóru tilmeldað í ár. 70 teirra, t.e. 10 úr hvørjum floksstigi komu víðari til annað umfar, sum varð hildið í Eysturskúlanum í Havn í mars mánaði.

Av hesum komu fimm luttakarar úr hvørjum floksstigi víðari til finaluna, sum varð hildin leygardagin.

Spenningurin var stórur til finaluna, og luttakararnir hava ídnir roknað gamlar uppgávur sum venjing til finaluna. Tey allarflestu høvdu familju við, og eisini tey hjástøddu kundu royna uppgávurnar, ímeðan finalan var í gongd.

Í fleiri floksstigum var hørð kapping, og stigamunurin var lítil.

Landstýrismaðurin við barna- og útbúgvingarmálum, Djóni Nolsøe Joensen, helt røðu og handaði steypini til vinnararnar.

Vinnararnir vóru:

3. flokkur: Mattias Tavsen, Sørvágs Skúli
4. flokkur: Rani Dam, Sankta Frans Skúli
5. flokkur: Bjarni Bogason Enni, Skúlin við Løgmannabreyt
6. flokkur: Lisa Rask Olsen, Skúlin á Argjahamri
7. flokkur: Anita Næss, Skúlin við Løgmannabreyt
8. flokkur: Julian av Kák Reynstind, Eysturskúlin
9. flokkur: Herbert Holm Johannesen, Skúlin á Fløtum

Ætlanin er, at Pangea Støddfrøðikappingin verður aftur næsta ár, siga stigtakararnir.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 28. apríl 2024

29 Leygardagur 04. mai 2024

Almenn móttøka í sambandi við norðurlendska skótaráðstevnu

180 skótar úr øllum norðurlondum verða við á ráðstevnuni í Norðurlandahúsinum

(Savnsmynd: Ólavur Frederiksen)
SkrivaÐ:

Innsent

Veitst tú, hvussu nógvir skótar eru kring allan heim? Veitst tú, hví skótarørslan er býtt upp í tveir ymiskar felagsskapir fyri gentur og dreingir?

Millum annað hesum kanst tú fáa greiðu á fríggjadagin 10. mei í Norðurlandahúsinum klokkan 16, tá skipað verður fyri almennari móttøku í sambandi við Norðurlendsku skótaráðstevnuna, ið verður hildin í Føroyum tað vikuskiftið.

Á móttøkuni fara umboð fyri heimsfelagsskapirnar hjá dreingja- og gentuskótum (WOSM & WAGGGS) at greiða frá um skótarørsluna kring heim, umframt at umboð fyri skótafelagsskapirnar Friends of Scouting Europe og Olave Baden-Powell Society greiða frá um virki sítt, og hvussu hesir báðir felagsskapirnir royna at føra skótalívið fram á leið.

Eisini fer Tórshavnar Manskór at seta dám á løtuna.

Hetta er eitt upplagt høvi hjá bæði núverandi sum gomlum skótum at koma saman eina løtu at minnast gamlar dagar, men eisini hjá øðrum skótaáhugaðum at hoyra, hvat skótarørslan er fyri nakað. Vit vóna tí at síggja nógv tykkara har – kanska enntá í búna ella turriklæði!

Einaferð skóti – altíð skóti!

[object Object]

Eitt sindur um Norðurlendsku skótaráðstevnuna

Føroya Skótaráð hevur síðan 2022 havt formansskapin fyri norðurlendska skótasamstarvinum, og nú formansskapurin um ársskiftið fer víðari til Svøríkis, verður skipað fyri norðurlendskari ráðstevnu, har komandi trý árini í norðurlendskum skótahøpi skulu stingast út í kortið.

Á ráðstevnuni verða fleiri enn 180 skótar úr øllum Norðurlondum, sum umframt at avgreiða virkisætlan fyri komandi trý árini, eisini fara at viðgera viðkomandi evni fyri norðurlendskar skótar á verkstovum undir temanum “Broytingartíðir”. 

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 01. mai 2024

30 Leygardagur 04. mai 2024

Jørgin Dahl gevur út nýggjan tónleik

Tveir sangir frá rokklegenduni úr Klaksvík koma út hósdagin – sama dag sum fyrsti partur av dokumentari um hann verður sendur í Kringvarpinum

 
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

Eftir at stilt hevur verið kring oddamannin í legendariska klaksvíksorkestrinum, Straight Ahead, er nú nýtt at frætta frá Jørgin Dahl.

Jørgen Dahl er slóðbrótari innan sangskriving, tá tað snýr seg um føroyskan rokktónleik í 1970’unum. Hann stovnaði orkestrið Straight Ahead í 1974, og seinni var hann týðandi og skapandi partur av orkestrinum Hjarnar.

Eftir at Jørgin Dahl gavst í Hjarnum og flutti til Danmarkar, hevur hann givið út tvær heildarútgávur, ‘Lost Pilgrims’ í 2000 og ‘Giants and Mermaids’ í 2015.

Nú koma so tveir sangir, sum hann hevur skrivað. Sangirnir eru ‘Watch Me I’m Free’ og ‘Song for Her’ sum koma út næsta hósdag, 9. mai. Talan er um stillar balladur í vanligum Jørgin Dahl-stíli við orðum eftir Graham Stewart. Óli Poulsen hevur framleitt og miksað upptøkurnar.

[object Object]

Ein video verður eisini gjørt í hesum sambandi. Maðurin aftan fyri hesa framleiðsluna er kendi sjónvarpsframleiðarin, Per Zachariassen.

Komandi hósdag, tá sangirnir koma út, sendir Kringvarp Føroya eisini fyrsta part av tveimum í einum dokumentari, sum Súni Merkistein hevur gjørt.

Vinmaðurin Graham er stigtakari

Stigtakari til nýggju upptøkurnar og videoframleiðsluna er vinur Jørgin’s og fyrrverandi guittarleikarin í Hjarnum, Graham Stewart, sum seinastu nógvu árini hevur verið virkin innan olju- og orkuvinnuna í Bretlandi. Graham hevur eisini verið við til at fíggja verkætlanini saman við stuðli frá Norðoya Sparikassa og Atlantsflog.

Graham Greiðir frá, at hann ynskti at hoyra meira um virkið hjá Jørgini Dahl. Jørgin komponerar allatíðina tónleik og megnar at skipa øll arrangementini inni høvdinum, uttan at sangirnir tó gerast til meira enn tað. Sjálvur metir Jørgin henda eginleika at vera bæði ein gáva og eitt forbannilsi.

Jørgen Dahl minnist øll løgini og øll arrangementini, sum hann hevur lagrað í høvdinum. Talan er ikki bara um ‘riffs’ men um heilar kompositiónir – tó uttan orð, men við hugskotum til orð og hvat sangurin kann snúgva seg um. Talan er um nógvar sangir, sum umheimurin ongantíð hevur hoyrt.

[object Object]

Graham Stewart bað Jørgin Dahl um at koma ein túr í heimaupptøkuhøli sítt í Edinburgh í Skotlandi við tí endamáli at spæla tónleikin inn til nýggja útgávu. Úrslitið var, at tveir sangir vórðu skrivaðir lidnir, Graham tók sær at tekstaskrivingini, og síðan vóru teir festir á band.

Óli Poulsen váttaði síðan at framleiða og miksað sangirnar.

Spennanei tónleika-mánaði

Nú sær út til at mei mánaður verður ein spennandi tónleikamánaður í Føroyum. Umframt útgávuna hjá Jørgin Dahl, verður dokumentarur sendur í sjónvarpinum 9. og 16. mai, og 17. og 18. mai verða tvær útseldar heiðurskonsertir í Varpinum í Klaksvík at heiðra Veðraplátuni hjá Straight Ahead, sum er tað nærmasta vit koma eini kult-plátu í Føroyum.

Bakmenninir hava hesar viðmerkingar til verkætlanina:

Jørgin Dahl: “Eg eri eyðmjúkur um, at góðir vinir stuðla mær í mínum musikalska virki. Eg havi so nógvar sangir í høvdinum, og eg fegnist stórliga um at fáa møguleika at deila tveir av yndissangunum við almenningin. Vónandi kunnu fleiri sangir koma í framtíðini”.

Graham Stewart: “Eftir at hava arbeitt og spælt saman við Jørgin Dahl fyri nógvum árum síðani í Hjarnum, havi eg altíð ynskt at kunna gera okkurt nýtt saman við honum. Men eg vildi eisini, at arvurin eftir Jørgin Dahl sum tónasmið og sangara skuldi varðveitast og halda fram, tí long tíð er runnin síðan vit seinast hoyrdu frá honum. Eg haldi, at hesir sangirnir umboða hann væl, og eg vóni at fólk fara at dáma sangirnar”.

Óli Poulsen: “Eg havi altíð ynskt at sloppið at arbeitt við nýggjum tilfari frá Jørgini Dahl, og tað var ein frægd at vera við í hesi verkætlanini. Og sjálvandi, bara tað at ‘hanga út’ saman við vinum mínum, Jørgin, Graham og Per er stuttligt”.

Per Zachariassen: “Tá eg hoyrdi, at Jørgin Dahl arbeiddi við nýggjum tónleiki og ynskti eitt sterkt video, sló eg til beinanvegin. Eg havi altíð verið hugtikin av tónleiki hansara og stóra kreativiteti, og havi arbeitt saman við honum fyrr. Tað gav mær eisini møguleikan fyri at gera okkurt øðrvísi og originalt og samstundis geva gávuríku døtrum mínum, Mariu og Filippu innlit í at arbeiða við framleiðslu av tónleikavideo”. 


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 02. mai 2024

31 Leygardagur 04. mai 2024

Sement: Øll vóru betri!

Ummæli av Sement finaluni í Perluni leygarkvøldið

Gówa (Mynd: Gwenaël Akira Helmsdal Carré)
SkrivaÐ:

Ári Rouch

Skrivað hevur Ári Rouch

Leygarkvøldið, 27. apríl, var stóra finaluumfarið í tónleikakappingini Sement á Reinsarínum. Tvey nøvn skaraðu framúr hetta kvøldið, Ragnar Finnson og Gówa, og var tað fyri tey flestu ein spurningur, hvørt av hesum nøvunum fóru at vinna kappingina. Tá tað er sagt, so vóru hini nøvnini eisini betri í mun til innleiðandi umførini, ljóðið í salinum var betri og tað visuella eisini flottari – alt var betri!

Huglagið á Reinsarínum var serstakliga gott, fólk vóru spent og sera við uppá tað. Hvørt vinningarnir fóru til tey røttu nøvnini kann vera kjakast um, sjangrurnar vóru ógvuliga ymiskar, framførslurnar allar góðar og var tískil talan um sera torførar avgerðir.

[object Object]

Ása Helena Brynjarsdóttir – vit fingu meira

Ása var fyrst á pallinum leygarkvøldið og hevði helst framførsluna, sum hevði flutt seg mest í mun til innleiðandi umfarið. Røddin hjá Ásu var betri ljóðblandað, og kom hon sterkari út í salin við meira fyllu hesaferð. Hartil hevði hon fingið Ronju Rasmussen á kór og stuðlaði hetta væl um sangpartin.

Okkurt tekniskt órógv var við kassaguitarinum hjá Leo Lávík í fyrsta lagnum, sum órógvaði eitt sindur, men sum heild var tó talan um eina tryggari, betri og fríari framførslu í mun til innleiðandi umfarið.

Hæddarpunktið var triðja og seinasta lagið, har Ása hevði fingið strúkarar, kontrabass, cello og violin við á pallin. Hetta hepnaðist serstakliga væl til kensluborna huglagið, og var hetta eitt av mest minnisverdu løgunum úr ársins Sement, eitt lag sum veruliga kom inn undir húðina hjá fólki.

Tað var væl uppiborið, at Ása bleiv nummar trý í kappingini, og at Spot festivalurin valdi hana at framføra komandi vikuskifti.

[object Object]

Ókendir – bleytir badboys

Hip hop bólkurin Ókendir høvdu eisini steppað upp í mun til undanumfarið. Ljóðið var betri og tóktist framførslan eisini tryggari. Í undanumfarinum vóru teir allir svartklæddir, meðan teir hesaferð vóru hvítklæddir.

Kanska hóskandi, tí bólkurin ferðast tónleikaliga millum tann myrka og ljósa hiphop hugaheimin – nakrir bleytir badboys.

Bólkurin framførdi somu løg, sum í innleiðandi umfarinum, men høvdu teir peppað tvey av løgunum upp við live saxofon, sum riggaði sera væl. Bólkurin vann ikki nakran heiður hetta kvøldið, men vóru teir helst ikki langt burtur frá einum triðja plássi.

Bólkurin hevur nógv fangandi hugskot, hooks og melodiir. Hinvegin er tað samstundis krevjandi at fáa alt at sita væl, tá tú hevur fýra frontmenn, eisini við ymiskum effektum á røddunum. Tað krevur gott samspæl og timing, og kann bólkurin helst mennast nakað her.

Orkuríki bólkurin er eitt frískt lot á føroyska tónleikapallinum, og gleða vit okkum til meira frá Ókendum, vónandi eina útgávu av onkrum slag.

[object Object]

Jákup Eli – á einum góðum stað

Jákup Eli tykist vera á einum tónleikaligum góðum stað í løtuni. Løgini hann hevur framført á ársins Sement eru millum hansara heilt frægu. Tey hava verið álvarsom, viðkvom og sera erlig.

Eitt meira búgvið útrykk hevur eyðkent løgini, hetta í mun til onkur av teimum meira skemtiligu, til tíðir grovu, løgunum hjá Jákup Eli frá fyrr.

Nýggju løgini eru so opin og erlig, at man fær næstan ilt, men tykjast tey avspegla lyndi í Jákup Eli. Tað hevur verið eyðsýnt á Reinsarínum, at áhoyrararnir veruliga hava lurtað, tá Jákup Eli hevur verið á pallinum til ársins Sement. Jákup Eli vann ikki nakran heiður hetta kvøldið, men var hann helst ikki roknaður millum favorittarnar til hetta.

[object Object]

Ester Skála – vørumerki við møguleikum

Ester Skála kom í finaluna umvegis eitt wildcard, og var hon heldur ikki ein av favorittunum at vinna. Ester framførdi somu trý løgini sum til undanumfarið, pluss eitt nýtt lag. Ingmar Berg Mikkelsen hevði avloyst Noah Chaparro á synth, og hevði hann eisini lagt sín dám á løgini.

Framførslan var annars ógvuliga lík henni í undanumfarinum, og minti nýggja lagið um restina av tilfarinum.

Huglagið var enn ljósareyður poppur bæði í ljóð, ljósi og klæðnastíli. Endalagið “Mellow Cat” var enn tað mest fangandi lagið, og tað sum hevði mest bit, nakað eg saknaði í hinum løgunum.

Løgini komu eitt sindur fløt út og saknaði eg dynamikk. Sangparturin fyllir sera nógv í løgunum og eru fá støð, har tey sleppa at “hvíla” uttan vokal. Nýggju løgini tykjast, eftir mínum tykki, trongja til eitt sindur av arbeiði fyri at røkka somu dygd sum frálíku útvarpshittini hjá Ester, “Unicorn” og “Spotlight”.

[object Object]

Ragnar Finsson – ein lýsandi stjørna!

Ragnar Finsson framførdi sama settið sum til innleiðandi umfarið, og var fyrra framførslan framúr, var finaluframførðslan enn betri. Ragnar dró okkum aftur inn í ein universellan hugaheim, vitugur og grunandi um menniskjað og menniskjasambond. Guitarspælið var á høgum stigi, men sá leikandi lætt út. Røddin var krystalklár og rakti hvønn tóna hvørja einastu ferð.

Annað lagið hjá Ragnari, “One in a Million”, var hæddarpunktið á ársins Sement fyri mítt viðkomandi.

Hugflogið var høgt, tú var tikin á bóli av stuttligu samanrenningini millum menniskja, Ragnar og talgilda vitlíki, sum var tosað úr einum útvarpslurti. Tað sást, at hetta rakti áhoyrararnar, sum smílandi sótu og dandaðu við til tónleikin.

Hóast einsamallur á pallinum hevði framførslan so nógv uppá hjartað, at tú ongantíð keddi teg. Persónliga hevði eg Ragnar sum vinnara av Sement, men tað kann hugsast, at dómararnir hava “revsað” hann fyri, at hann ikki kom við nøkrum “eyka” í mun til undanumfarið, men í mínum hugaheimi manglaði framførslan einki.

[object Object]

Gówa – Gówari!

Anna Sófía Skoradal og bólkur hennara Gówa vóru helst tey, ið høvdu gjørt mest burturúr í mun til undanumfarið. Tey komu við einari fantastiskari framførslu í skjáttuni. Klødd í teirra rasaraklæðum trinu tey á pallin, og var tað eisini við motorsúkkluljóði, at framførslan fleyg avstað.

Anna Sofía tykist bert gerast betri og betri sum sangarinda, reint tekniskt, og upptrakkaði hon aftur frítt og sensuelt.

Tónleikurin var, enn sum áður, groovy, jassuttur og funky, og høvdu tey enntá pimpað annað lagið við eitt sindur av disko, áðrenn tað fór yvir í eitt slag av funky hip hop. Sera hugflogríkur og nýskapandi neo soul tónleikur.

Tey høvdu eisini heintað eyka krydd við Justin James á saxofon til seinasta lagið, har alt fór á flog. Ein frálík, eyka pimpað framførsla, sum sat frá fyrsta til seinasta tóna og fullkomiliga vann áhoyrararnar!

[object Object]

Avgerðin

Tvey nøvn skaraðu framúr hetta kvøldið – Ragnar Finsson og Gówa. Dómararnir høvdu, eftir mínum tykki, eina ógvuliga trupla uppgávu, at taka dagar millum tvey so góð, men ógvuliga ymisk nøvn.

Ragnar megnaði púra einsamallur at bergtaka og fanga áhoyraran við einari ógvuligari kreativari framførslu, einari krystalklárari rødd, frálíkum guitarspæli og sangskriving.

Gówa var nakað heila annað, ein vælsspælandi og vælsvingandi bólkur við einari sera karismatiskari frontkvinnu í Onnu Sofíu Skoradal.

Valið fall á Gówa. Avgerðin kann væl og virðiliga verjast, men hevði undirritaði tó Ragnar sum nummar eitt.

Nummar trý gjørdist Ása Brynjarsdóttir, kanska eitt sindur yvirraskandi, tí at hon kom við í finaluna uppá eitt wildcard, men hon hevði rykt seg nógv í mun til innleiðandi umfarið og gjørt nógv burturúr. Hon fekk tískil eitt vælfortjent triðja pláss. Ása var eisini kosin at spæla á Spot festivalinum. Vinningin at spæla á G! Festivalinum fekk Ragnar Finnson.

Ársins Sement er av. Huglagið á Reinsarínum kring tónleikakappingina hevur verið framúr gott øll umførini.

Talið av bólkum hevur verið heldur lægri í mun til undanfarin ár, men hevur støðið verið ógvuliga høgt hóast tað. Eftir at hava hoyrt allar bólkarnar, bæði teir púra óroyndu, og teir meira royndu, situr ein eftir við einari spentari kenslu av at sleppa at hoyra meira. Vónandi blíva hesi ungu nøvnini við, vónandi verða fleiri at síggja á konsertum og festivalum komandi tíðina, og vónandi fer tónleikurin at koma út, so at hann kann hoyrast í útvarpi og á stroymingstænastum. 

Fleiri myndir kunnu síggjast her

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 30. apríl 2024

32 Leygardagur 04. mai 2024

Bjarki vann SMS-Vox sangkappingina

Hann skal framføra á Voxbotn í summar og sleppur í studio at spæla inn

(Myndir: SMS)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Seinastu vikurnar hevur barnasangkappingin SMS-Vox verið á Torginum í SMS, og í leygardagin var vinnarin funnin.

Vinnarin av kappingini gjørdist Bjarki Virgarsson Trondesen. Hann skal framføra á Voxbotn 2024 og sleppur í studio at innspæla.

Djkingz gjørdist nummar tvey og Silja nummar trý og sleppa eisini at framføra á Voxbotn.

Kappingin var fyri børn og ung millum átta og fimtan ár.

[object Object]

[object Object]

[object Object]

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 28. apríl 2024

33 Leygardagur 04. mai 2024

Swangah spælir á G! festivalinum

- Tað er kanska trupult at ímynda sær, nú føroyski hipp hopp pallurin er dukandi og fjølbroyttur, men áðrenn Swangah var øskukalt

 
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Swangah spælir á G! og teir fara at gera nógv meira burturúr framførsluni enn nakrantíð áður.

Swangah Dangah smíðaði føroyska hipp hopp pallin. Áðrenn teir var rapp antin okkurt, ið einstaklingar fjasaðust við á dreingjakømrum, ella okkurt sum varð brúkt afturvið rokki.

Útgávan “Belials synir”, var á tann hátt ein frammaná til føroyska tónleikapallin, ella kanska rættari eitt gúpp í reyvina.

Tað er kanska trupult at ímynda sær, nú føroyski hipp hopp pallurin er dukandi og fjølbroyttur, men áðrenn Swangah var øskukalt.

Teir hava áður fingið G! í kók, men í ár verður tað uppá spruttkók.

Fantastisku tekstirnir eru gerandismál, eitt slag av Jóanes Nielsen møtir Eminem.

Við teirra fangandi stevi og frálíka rappi noyðist tú at dansa við halanum og smalanum og gumpinum og stumpinum.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 30. apríl 2024

34 Leygardagur 04. mai 2024

Dania O. Tausen spælir á Summar Festivalinum

Virkna og kreativa songkvinnan hevur konsert á landsins størsta tónleikatiltaki

 
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Hon er eitt av mest virknu og kreativu fjøllistafólkunum í Føroyum í løtuni. Mong kenna hana fyri tónleikin, útgávurnar og framførslurnar, men hon ger so nógv annað kreativt – yrkir, skapar grafisk konsept, skipar fyri tiltøkum og annað.

Dania O. Tausen er ein av stóru stjørnunum í føroyskum tónleiki, og í august hevur glóðheita songkvinnan konsert á Summar Festivalinum.

Dania fekk gjøgnumbrot í 2020, tá ið hon gav út prosayrkingasavnið "Skál" og varð partur av tónleikabólkinum Aggrasoppar. Árið eftir var nógv rósti heimildarfilmurin "Skál" útgivin. Dania hevði høvuðsleiklut í filminum og varð víða gitin, tí filmurin rakk langt út um landoddarnar.

Síðani hevur Dania verið partur av nógvum áhugaverdum og kreativum verkætlanum. Hon hevur givið tónleik út og spælt konsertir sum solistur, í Aggrasoppum og í sangbólkinum Sway, umframt at hon hevur skrivað yrkingar og prosa.

Dania O. Tausen fer saman við bólki at hava konsert á Summar Festivalinum, sum verður hildin dagarnar frá 8. til 10. august.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 27. apríl 2024

35 Leygardagur 04. mai 2024

Danny & The Veetos gera comeback

Tað verður á Okkara Land konsertdegnum í Marknagili í Havn 1. juni

(Savnsmynd: Jens Kr. Vang)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Nú eru nøkur á liðin síðan, at flestu menn í bólkinum Danny & The Veetos hava verið saman fyri at framføra teirra løg, sum fólk elska at syngja við til.

Okkara Land, sum er tann nýggi ”syng-við” festivalurin, sum fyri fyrstu ferð fer av bakkastokki 1. juni á stóra parkeringsplássinum uttan fyri Skúlaheimið á Marknagili í Tórshavn, boðar frá, at Danny & The Veetos gera comback á pallinum hendan summardag.

Danny & The Veetos hava hittað við løgum sum ”Sunnukvøld í mai”, ”Alright”, ”Stúr Ei meir”. Teir hava framført á nógvum tónleikatiltøkum gjøgnum árini, har teir altíð hava megnað at fáa fjøldina at svinga og syngja við.

Nú hava føroyingar so aftur møguleika at uppliva Danny & The Veetos 1. juni til Okkara Land festivalin, saman við nógvum øðrum nøvnum. Millum annað kunnu nevnast Týr, Tinganest, Exit Light, Herborg, Hitmen, Sámal Ravnsfjall, Signar í Homrum, Anfinn Nielsen úr Anfinn og co., Eyðun Nolsøe, Ólavur Højgaard, Sway, Bjarka Hansen, Dánjal Gomez, Kára Fossdalsá o.s.fr.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 01. mai 2024

36 Leygardagur 04. mai 2024

Danny verður við á Summar Festivalinum

Danny Baldursson fer saman við bólki at framføra nýggjar og kendar sangir

Mynd: Jens Kr. Vang
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Danny Baldursson fer í næstum at geva tónleik út sum solistur, og í august hevur hann framførslu á Summar Festivalinum.

Danny Baldursson fekk gjøgnumbrot saman við bólkinum Danny & The Veetos í 2013, tá ið teir komu inn á føroyska tónleikapallin sum eitt frísk og tiltrongt lot. Síðani hevur Danny verið ein profilur í føroyskum tónleiki. Hann hevur skrivað fleiri stór popphitt, og hann er framvegis sera virkin sum sangskrivari og tónleikari.

Danny fer seinni í ár og frameftir at geva nýggjan tónleik út sum solistur, og gestirnir á Summar Festivalinum sleppa at hoyra fleiri av hesum nýggju sangum. Eisini fer hann at spæla góðar, kendar sangir sum "Sunnukvøld í mai", "Alright", "Farvæl", "Stúr ei meir" og "Eg var lítil". Framførslan fer bæði at peika frameftir og líta aftureftir.

Í bólkinum spæla: Danny Baldursson, Símun Dam, Fríði Bjarkhamar, Rúni Hentze, Jóhan Hentze og finnlendingurin Camu Creutz, sum eisini framleiðir tónleik hjá Danny.

Summar Festivalurin verður hildin í døgunum frá 8. til 10. august.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 30. apríl 2024

37 Leygardagur 04. mai 2024

Legendariskur írskur sangari á Summar Festivalin

Sangarin í The Dublin Legends fer spæla kendar írskar sangir á Summar Festivalinum

Paul Watchorn
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Teir bestu írsku sanginir eru at rokna sum partur av føroyska sangskattinum. Tá ið føroyingar syngja sangir sum "Molly Malone" og "The Wild Rover", er tað at líkna saman við at syngja okkara egnu sangir. Tað er ikki so langt frá "Eitt sunnukvøld í plantasjuni" til "In Dublin's fair city".

Teir kendu írsku sangirnir fara at ljóma, tá ið legendariski fólkatónleikari, Paul Watchorn, fer at hava konsert á Summar Festivalinum í august.

Paul Watchorn er millum kendastu írsku fólkatónleikarar, og hann hevur verið sera virkin sum solistur og sum partur av bólkinum The Dublin Legends, ið er sprottin úr tiltikna bólkinum The Dubliners.

Í august kemur Paul Watchorn aftur til Føroya við gittar og banjo at framføra á landsins størsta tónleikatiltaki. Hann hevur áður vitjað her við The Dublin Legends – eitt nú hevði bólkurin framúrskarandi konsert á tjaldinum á Summar Festivalinum í 2015.

– Eg havi havt nakrar fantastiskar upplivingar í Føroyum, og eg gleði meg at koma aftur at spæla fyri føroyingum, sum syngja so væl við til teir írsku sangirnar, sigur Paul Watchorn.

Hann fer at spæla teir størstu írsku fólkasangirnar – eitt nú sangir sum  "Whisky In The Jar", "Dirty Old Town", "The Town I Loved So Well" og aðrar.

Hetta verður ein av stóru syngið-við løtunum á Summar Festivalinum, sum verður hildin í døgunum frá 8. til 10. august.

[object Object] 

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 02. mai 2024

38 Leygardagur 04. mai 2024

Dansibandsfestivalurin 2024 tann størsti nakrantíð

Í ár eru tað 10 ár síðani, at Dansibandsfestivalur var á fyrsta sinni á Eiðinum í Vági

 
SkrivaÐ:

Alda Nielsdóttir

Hetta vikuskiftið er Dansibandsfestivalur í Vági. Í ár eru tað 10 ár síðani, at Dansibandsfestivalur var á fyrsta sinni á Eiðinum í Vági, og festivalurin í ár verður tann størsti nakrantíð, siga fyriskiparar í tíðindaskrivi.

Vikuskiftispassini, sum geva atgongd til øll tiltøk. Kampingplássið er somuleiðis útselt, og eru tað í ár umleið 50 kampingvognar á Eiðinum.

Skráin fyri festivalin byrjaði sum vant við ókeypis Syngið og dansi við tiltaki hóskvøldið á Hamragarði, fyri tey, sum eru 65 og eldri – og endar við dansi í kvøld.

Eitt av væl vitjaðu afturvendandi tiltøkunum er grillkvøldið leygarkvøld. Í ár fara 480 fólk til grillkvøldið, sum er útselt. Annars er skráin fjøltáttað og fevnir um bæði góðan tónleik, góðan mat, dansibandsgudstænastu og ikki minst hugnaligar løtur á Eiðinum, skriva fyriskiparar.

Skráin fyri Dansibandsfestivalin í dag:

Kl. 10: Gongutúrur við frásøgufólki. Ókeypis tiltak. Áhugaði møta við Tríkantin á Sandinum.

Kl. 13: Dansibandsgudstænasta í Vágs Høll, Jógvan Fríðriksson, bispur, prædikar. Sumbiarkórið syngur undir gudstænastuni.

Kl. 19.30: Grillkvøld í Vágs Høll. Á matarskránni er grillaður grísur við tilhoyri við Ørvaroddar Grilla. Sum vant verður eisini góður felagssangur, hugni og harmonikutónleikur afturvið. Borðstjóri verður Magnus Magnussen og Hentzar, Erolf og Terji spæla undir felagssanginum.

Kl. 23: Almennur dansur. Dansibands-orkestur spæla til dans í Vágs Høll. Til dansin spæla Contiki (NO) og Odd Arne Sørensen & Hans Olaf Trøen (NO).

Kl. 04: Dansurin endar.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 29. apríl 2024

39 Leygardagur 04. mai 2024

Bann móti palestinskum fløggum til Eurovision

Einasta flaggið, ið er loyvt, umframt fløggini hjá luttakandi londunum, er pride-flaggið

(Mynd: EPA)
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

Tað verður ikki loyvt at hava palestinsk fløgg við inn í salin, tá altjóða sangkappingin Eurovision verður hildin í Malmö í Svøríki í komandi viku.

Tað hevur European Broadcasting Union, EBU, sum skipar fyri kappingini, tikið avgerð um, sambært svenska blaðnum Göteborgs-Posten.

Bannið er galdandi fyri bæði palestinsk fløgg og skelti við politiskum boðskapum.

Um onkur kortini roynir at fáa slík ting inn í Malmö Arena, har kappingin verður hildin, verður viðkomandi sýtt atgongd.

Á almennu Eurovision-heimasíðuni stendur, at tað einans er loyvt at hava fløgg við frá luttakandi londunum. Pride-fløgg eru tó undantikin.

Sangkappingin byrjar týsdagin við fyrstu av tveimum hálvfinalum. Onnur hálvfinalan verður hósdagin og finalan leygarkvøldið 11. mai.

Palestinska flaggið verður ofta tikið fram av mótmælisfólkum, sum mæla ímóti krígnum millum palestinsku Hamas rørsluna og Ísrael í Gazageiranum.

Yvir 35.500 fólk hava latið lív í stríðnum, eftir at Ísrael fór undir eitt mótálop móti Hamas, sum 7. oktober fór inn í Ísrael og dram yvir 1.100 fólk.

Palestina er ikki við í Eurovision. Men tað er Ísrael harafturímóti. Umboðið fyri Ísrael í kappingini, Eden Golan, varð tó biðin um at skriva sín Eurovision-sang, ‘October Rain’ um.

EBU metti, at sangurin sipaði ov nógv til álopið 7. oktober, og tí var politiskur, og tað er í stríð við reglurnar. Sangurin eitur nú ‘Hurricane’, skrivar Ritzau frá svensku TT tíðindastovuni. 

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 02. mai 2024

40 Leygardagur 04. mai 2024

Fyrsti partur av rakettini komin til Hetlands

Týska rúmdarfyritøkan roknar við at skjóta RFA One út í august mánaði

 
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

Í Hetlandi økist spenningurin nú dagurin til fyrstu rakettútskjótingina av SaxaVord rakettstøðini í Unst, norðast í Hetlandi nærkast.

Týska rúmdarfyritøkan Rocket Factory Augsburg er í gongd við at flyta fyrstu rakettina, sum skal sendast út av støðini til Hetlands.

Týsdagin kom tann fyrsti parturin av rakettini, RFA One, fluttur á longum viðfestivogni við ferjum yvir um sundini, fyrst til Yell og síðan av Yell yvir á Unst, haðani stóri bilurin fór eftir smølu vegunum út á Lamba Ness, sum liggur í landnyðringshorninum av Unst (sí filmin niðanfyri).

Hesin fyrsti parturin er sjálv lyftirakettin, sum skal lyfta rakettina tað fyrsta pettið. Komið í føroyskt loftrúm onkrastaðni millum Hetland og Føroyar, verður hesin parturin loystur av rakettini, og dettur niður í havið.

Hetta merkir, at tá rakettvirksemið fer í gongd í Hetlandi – rakettstøðin liggur bert góðar 200 fjórðingar í ein landsynning úr Borðuni – so fær hetta eisini ávísa ávirkan á okkum. Um ikki annað, skal skipaferðslan ávarast um at halda seg burtur fyri ikki at verða rakt av pettum av rakettini.

RFA One rakettin verður sett saman av trimum pørtum. Tá allir tríggir partarnir eru komnir upp á pláss, verður rakettin umleið 30 metrar høg. Og toppurin av rakettini kemur at stinga 60 metrar upp í luftina, tá hon er klár til avskjóting av útskjótingarpallinum á Lamba Ness, sum hevur fingið navnið, Fredo Launchpad.

Ætlanin hjá Rocket Factory Augsburg er framvegis, at fyrsta rakettin skal skjótast út í august mánaða. Hetta verður tann fyrsta veruliga rakettútskjótingin yvirhøvur í Evropa.

Les eisini: Hetlendingar gera klárt til rakettútskjóting í august

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 03. mai 2024

41 Leygardagur 04. mai 2024

Grønasti fyrsti ársfjórðingur

71 prosent av elframleiðsluni í fyrsta ársfjórðingi var burðardygg framleiðsla

 
SkrivaÐ:

Jan Müller

Elframleiðslan í fyrsta ársfjórðingi av árinum setti met fyri varandi orku. við heili 88 GWt í meginøkinum, harav tað mesta var vindur: 44 GWt ella 36 prosent. Vatnorka var 42GWt (smá 34 prosent) og termisk orka var 36GWt (29 prosent). Biogass, sól og sjóvarfall góvu tilsamans eitt gott prosent.

Til samanberingar umboðaði varandi orkan í fyrsta ársfjórðing tey seinastu fýri árini:

49 GWt í 2020, 51GWt í 2021, 61GWt í 2022, og 68 GWt í 2023.

- Tað kann ikki sigast annað, enn at tað gongur rætta vegin á grønu leiðini, bæði við útbygging av framleiðslumátti og tí týðandi stabiliserandi tøknini, sigur Heri Mortensen, deildarstjóri fyri framleiðsluna hjá Sev sambært heimasíðuni hjá felagnum. 

Gagnnýta vindorkuna betur

Fyrsti ársfjórðingur í 2024 er samstundis fyrsti heili ársfjórðingur við stabiliserandi tøkni í meginøkinum. Um úrtøkan úr vindi í meginøkinum verður samanborin við undanfarin ár sæst at í fyrsta ársfjórðingi í 2023 fingust 23GWt burturúr vindinum, meðan fyrsti ársfjórðingur í ár gav 38GWt.

Hesar báðir ársfjórðingarnar var tann møguliga framleiðslan ávikavist 2023: 42 GWt (56 prosent) og 59 GWt (65 prosent). Sostatt sæst at battarískipan og synkronkompensator gera góðan mun, hóast lutfallið millum samlaða framleiðslu og máttin á battaríum og synkronkompensatori er minni í meginøkinum enn í Suðuroy, har stabiliserandi tøknin hevur á leið sama mátt sum framleiðslan.

Oljunýtslan minkað

Eftirspurningurin eftir elorku er øktur góð 6 prosent í mun til sama tíðarskeið í fjør, og grøna orkan er økt 30 prosent, meðan oljunýtslan er minkað 27 prosent. Í mun til í fjør hava vit brúkt 2800 tons færri av olju.

Suðuroy 72 prosent grøn

Samlaða elframleiðslan í fyrsta ársfjórðingi í Suðuroy fall góð 3 prosent, meðan elframleiðslan úr burðardyggum orkukeldum øktist góð 14 prosent.

Tilsamans 72 prosent av samlaðu framleiðsluni komu úr annaðhvørt vatni, vindi ella sólorku. Býtið var soleiðis: vindur 54, olja 28, vatn 18 og sólorkuframleiðslan gav 0,2 prosent.

Í Suðuroy komu 74 prosent av tí møguligu vindorkuni til høldar, í mun til 58 prosent í fyrsta ársfjórðingi í 2023.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 02. mai 2024

42 Leygardagur 04. mai 2024

Umhvørvisárinsmeting av vindmyllum vestan fyri Sands bygd í hoyring

Ein vindmyllulund skal eftir ætlan setast upp í Klivaløkshaga vestan fyri Sands bygd. Í tí sambandi hevur SEV gjørt eina meting av møguligum árinum, sum ætlanin kann hava á umhvørvið

 
SkrivaÐ:

Jan Müller

Eftir ætlan verða upp í sjey vindmyllur settar upp í einum ella tveimum røðum. Vindmyllurnar verða í mesta lagi 150 metrar høgar, og veingjabreiðið (rotordiameturin) í mesta lagi 117 metrar.

Umhvørvisárinsmetingin kann takast niður her

Áðrenn árinsmetingin verður viðgjørd, skulu viðkomandi myndugleikar, stovnar, áhugafeløg og almenningur hoyrast.

Freistin at koma við viðmerkingum er týsdagin 4. juni.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 30. apríl 2024

43 Leygardagur 04. mai 2024

Skelkur í Gundadali

ÍF var á odda 3-1 móti B36, og tað endaði 3-3. Fyrsta stigið hjá ÍF og fjórði Betrideildardysturin á rað uttan sigur hjá Dan Brimsvík og hansara monnum

(Savnsmynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

Mánakvøldið vóru fýra dystir í 7. umfari í Betrideildini spældir. Tað má sigast, at tað gekk hvør sín veg hjá havnarfeløgunum undan stóru grannauppgerðini, sum verður spæld sunnudagin.

Tað var ókeypis atgongd í Gundadali, har botnliðið, ÍF, vitjaði. Áskoðararnir trúðu nóg illa sínum eygum, tá ÍF eftir ein minutt legði seg á odda eftir stórt verjumistak frá kroysta Andriasi Eriksen.

B36 er kroyst, og hóast heimaliðið javnaði í 8. minutti, so sló danin Kasper Sommerstedt til aftur stutt seinni, tá stríðsfúsa og ágangandi liðið hjá Jákup Martini Joensen revsaði enn eitt B36-mistak.

Vanlukkan tyktiskt fullfíggjað í 33. minutti, tá Jhon Mena skoraði til 1-3 eftir gott kontraálop. Ráðaleysur B36’arar men teir fingu tó bjargað sær eitt stig við málum beint fyri og beint eftir steðgin. Har var ikki talan um gott verjuspæl hjá ÍF, men annars førdi eitt sterkt útiavrik til fyrsta stigið hjá fuglfirðingum í ár.

Hinvegin eru fleiri og størri spurnartekin um B36. FM var málið, men liðið er uttan fyri topp-fýra, og hevur ikki vunnið seinastu fýra landskappingardystirnar.

HB til Havnar aftur við trimum stigum
Í Sørvági sigraði HB. 0-3 sigur ikki alla søguna, men útiliðið hevði nógv meira skerpni og vardi eisini nógv betri.

Liðið hjá Adolfo Sormani tók av tvær ferðir, tá man fekk nógv pláss í 1. hálvleiki: Fyrst og síðst í hálvleikinum. Fyrrverandi 07 Vestur-bakkurin Mathias Voss legði HB á odda, og ungi miðvallarin Eivind Restorff Mouritsen, ið tekur seg nógv fram, skoraði tvær ferðir i Sørvági.

07 Vestur hevði bóltin heilt fitt, men skapti ikki teir stóru málmøguleikarnir - burdu helst fingið eitt brotsspark í 2. hálvleiki men HB vann uppiborið.

20. sigurin á rað

NSÍ gjørdi eina roynd og hevði nakrar fínarar møguleikar móti oddaliðnum, Víkingi, men Bárður á Reynatrøð bjargaði væl ímóti endanum, Arnbjørn Svensson og Atli Gregersen vóru nakrar ferðir væl fyri, og Víkingur fekk hol á og hildið tað heim við Løkin.

Í góðveðrinum var gott Víkinga-spæl í løtum, og NSÍ beit eisini frá sær. Útiliðið hevði fleiri góðar støður, men Kristian Joensen og NSÍ-verjan vóru fyri í nøkrum førum.

Í 64. minutti fann Poul Kallsberg tó nógv pláss í millumrúminum, 21-ára gamli vongurin tók eitt trekk, og sendi stutt uttanfyri brotsteigin bóltin niður í nærra máhornið.

Tað endaði eisini 0-1 við Løkin. Víkingur hevur framvegis fult stigatal og hevur samanlagt 20 sigrar á rað í Betrideildini. Liðið hjá Jóhan Peturi Poulsen hevur fleiri skaðar men er ein væl samansmíða eind. NSÍ er væl við í øllum dystum, liðið spælir. Tapini higartil hava øll verið við einum máli.

Skála gjørdi bart

Hinu megin fjørðin gjørdi Skála bart tíðliga í dystinum móti B68. Eftir 17 minuttir var 2-0: Strandingarnir Karl Martin Johansen (brotsspark) og Dávid Johansen stóðu fyri málunum.

B68 hevur bert eitt stig og heldur ikki á Skála eydnaðist at samanseta avrik og mál. Skála økti til 3-0 um miðjan 2. hálvleik, og so gjørdist bert talan um troystarmál hjá Villiami Emil Klein í hesum lykladysti.

Skála er nú á sjey stigum - seks stig frá niðurflytingarstrikuni. B68 er undir henni enn, og trýstið at fáa stig er vaksandi fyri liðið av Tfotum.

KÍ avgreiddi uppgávuna, men ikki sannførandi

KÍ kom til Streymnesar við fyribils venjara, onkrum spælarum aftur frá skaða. Lagt varð fyri við høgum inntensiteti og Páll Klettskarð og René Shaki Joensen høvdu góðar møguleikar.

EB/Streymur var tó væl skipað við stinnum miðverjum og nógvum hartarbeiðandi rundanum og frammanfyri. 17-ára gamli Virgar Jónsson var ein av teimum, sum stóð sterkur í myndini sum vinstri miðverji.

KÍ kom tó á odda tíggju minuttir fyri hálvleik. Fríspark kom í múrin, stakk út til Jóannes Kalsø Danielsen og høgri bakkurin gjørdi sum so ofta fyrr: Setti bóltin i málið móti EB/Streymi.

Hetta varð einasta málið í góðveðrinum við Margáir. Bæði liðini høvdu stórar møguleikar í 2. hálvleiki: Árni Frederiksberg var nær við at økja tvær ferðir, meðan stinna EB/Streyma-liðið fekk eisini góðar støður: Serliga Robert Marcus var nær við, men Mark Jensen stórbjargaði.

--

B36 - ÍF 3-3 (2-3)
02' 0-1 Kasper Sommerstedt
08' 1-1 Vilmer Johannes Rønnberg (Jann Benjaminsen)
12' 1-2 Kasper Sommerstedt (Elvio Gelmini)
33' 1-3 Jhon Mena (Kasper Sommerstedt)
45' 2-3 Bjarki Nielsen (Jann Benjaminsen)
48' 3-3 Marius Kryger Lindh (Bjarki Nielsen

07 Vestur - HB 0-3 (0-2)
03' 0-1 Mathias Voss (Hanus Sørensen)
44' 0-2 Eivind Restorff Mouritsen (Áki Samuelsen)
90+1' 0-3 Eivind Restorff Mouritsen (Hanus Sørensen

Skála - B68 3-1 (2-0)
06' 1-0 Kristian Martin Jakobsen (br.)
18' 2-0 Dávid Johansen (Djóni Petersen)
67' 3-0 Carlos Ferreira (Bjarti Thorleifsson)
72' 3-1 Villiam Klein

NSÍ - Víkingur 0-1 (0-0)
64' 0-1 Poul Kallsberg (Atli Gregersen)

EB/Streymur - KÍ 0-1 (0-1)
35' 0-1 Jóannes Danielsen

Støðan Betri deildin menn

1. Víkingur 21 stig
2. HB 18 stig
3. KÍ 15 stig
4. NSÍ 12 stig
5. B36 11. stig
6. 07 Vestur 11 stig
7. Skála ÍF 7 stig
8. EB/Streymur 4 stig
9. B68 1 stig
10. ÍF 1 stig

Komandi dystir:

Leygardagin kl. 15: B68 - NSÍ
Leygardagin kl. 18: EB/Streymur - Víkingur
Leygardagin kl. 18.30: KÍ - 07 Vestur
Sunnudagin kl. 15: ÍF - Skála ÍF
Sunnudagin kl. 17: HB - B36

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 29. apríl 2024

44 Leygardagur 04. mai 2024

Jákup fingið eitt brot í beinið

Enn er ivasamt, júst hvussu álvarsom støðan hjá KÍ-liðskiparanum er, men við hesum er greitt, at Jákup Biskopstø Andreasen ikki spælir aftur í rúma tíð

(Mynd: Oliver Joensen / Norðlýsið)
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

- Eg havi tíverri fingið at vita, at eg havi eitt brot í beininum. Eg veit ikki nógv meira enn tað í løtuni! Takk fyri øll góð ynski. Eg havi tað gott, eri avkláraður við støðuna og mótið er gott.

Soleiðis ljóðar heilsanin frá KÍ-liðformanninum til fjepparar á Facebook-síðuni hjá KÍ eftir dystin móti EB/Streymi týskvøldið.

Harðvunnið sigurin við Margáir kostaði KÍ dýrt, tí Jákup Biskopstø Andreasen noyddist út á børu. Hetta var í støðu í egnum brotsteigi, har Jákup fangaði bóltin, men ein EB/Streymari síðani hálvgum datt á annað bein hansara, samstundis sum tað stóð fast í vøllinum.

Tað var beinanvegin greitt, at 25-ára gamli miðvallarin hevði nógva pínu og als ikki fekk sett beinið til. Eftir hann varð borin út, varð liðskiparin fluttur á Landssjúkrahúsið, har eitt brot varð staðfest.

Ikki er greitt, júst hvar brotið er, og hvussu leingi tað skal hava at lekjast. Tað er tó helst eingin ivi um, at tað verður leingi til Jákup Biskopstø Andreasen spælir aftur.

Hetta er stórur smeitur fyri hann, KÍ - og helst eisini landsliðið. KÍ er aftanfyri í oddastríðnum, og fyrst í juli byrjar evropeiska summarið, sum varir minst fýra dystir.

Tað hevur verið týðiligt í teimum fýra dystunum, sum KÍ hevur spælt uttan Jákup í ár, at hann manglar.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 30. apríl 2024

45 Leygardagur 04. mai 2024

Andrass hevur eitt brot í fótinum

Sambært B36 skuldi landsliðsmiðvallarin skurðviðgerst fríggjadagin, og helst sita uttanfyri í umleið tríggjar mánaðir. Ein dyggur smeitur fyri Andrass Johansen og B36

- Tað stóð øllum greitt, at støðan var ring, tá Andrass Johansen var borin av vøllinum. Tað var eftir nærdyst í fyrra hálvleiki, at hann kom illa fyri og noyddist av vøllinum (Savnsmynd: Jens Kr. Vang)
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

Talan er ikki um góðar dagar hjá B36 ella hjá føroyskum landsliðsmiðvallarum.

22-ára gamli miðvallarin, Andrass Johansen, varð, eins og Jákup B. Andreasen hjá KÍ, borin út á børu, tá B36 spældi 3-3 móti ÍF mánakvøldið. Sosialu miðlarnir hjá B36 greiða soleiðis frá:

- Tað stóð øllum greitt, at støðan var ring, tá Andrass Johansen var borin av vøllinum. Tað var eftir nærdyst í fyrra hálvleiki, at hann kom illa fyri og noyddist av vøllinum.

[object Object]
B36 spælir lykladyst móti HB sunnudagin. Tað verður tó uttan Andrass Johansen - hann gjørdist skaddur í sínum dysti nummar 100 í Betrideildini fyri B36 (Mynd: Sverri Egholm)

Tað er nú staðfest, at Andrass hevur eitt brot í høgra fóti. Sambært B36 skuldi evnaríki havnarmaðurin skurðviðgerast fríggjadagin, og roknast skal ikki við, at hann spælir dystir aftur komandi tríggjar mánaðirnar.

Harvið fer B36 at mangla ein lyklaspælari í einum tíðarskeiði, har liðið skal finna stevið aftur, royna at nærkast oddinum og koma víðari í steypakappingini. Við omanfyrinevnda tíðarbilinum fer Andrass í øllum førum sita uttanfyri, meðan B36 spælir 1. umfar í Conference League. Hann kann heldur ikki vera við A-landsliðnum til Baltic Cup í juni.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 01. mai 2024

46 Leygardagur 04. mai 2024

Ingi hevur brotið fótin

Spennandi vinstri bakkurin hjá Víkingi skal ganga við stivla næsta mánaðin ella so. Ingi Jonhardson gjørdist skaddur í dystinum móti B36 fyri tíggju døgum síðani

 - Ein mótsstøðuleikari datt á meg og á fótin, sum so fór eitt sindur skeivt. Slagið var nokso hart. Ingi greiðir frá støðuni í Sarpugerði fyri tíggju døgum síðani, og hvussu støðan er nú (Mynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

 - Ein mótsstøðuleikari datt á meg og á fótin, sum so fór eitt sindur skeivt. Slagið var nokso hart. Ein samanumtikin undarlig og óheppin hending.

Ingi Jonhardsson greiðir stutt Portalinum frá, hvat hendi í dystinum móti B36 21. apríl, tá vinstra bakkurin hjá Víkingi noyddist skaddur av vølli í 1. hálvleiki.

22-ára gamli víkingurin hevur verið ógvuliga eyðsýndur serliga seinasta árið, har hann hevur verið fyrstaval á vinstra bakki. Ferð, framfýsni, orka, dirvi og eitt gott vinstra bein eyðkenna nummar 14 hjá Víkingi. 

Tos hevur eisini verið um A-landsliðið, men nú er greitt, at Víkingur noyðist at vera Inga fyri fyriuttan í eina tíð.

Hann hevur verið í skannaranum og kann vátta, at talan er um eitt brot.

[object Object]
Ingi Jonhardsson hevur seinastu árini spælt á besta liðnum hjá barndómsfelagnum - serliga seinasta árið hevur kviki vinstrabeinti spælarin gjørt vart við seg (Mynd: Sverri Egholm)

Tað er enn ov tíðliga at siga, júst hvussu leingi Ingi skal sita uttanfyri. Hann skal í fyrstu syftu ganga við stivla í fýra vikur. Síðani skal brotið í fótinum vaksa saman, áðrenn uppvenjing spakuliga kann byrja. 

Bergur Gregersen, ið var farin til skips, tá Ingi veruliga tók við á vinstra bakki, skal nú røkja plássið á oddaliðnum fast aftur. 

Víkingur hevur fleiri skaðar í løtuni. Tað er óvist, heilt hvat støðan hjá Ara Olsen og Aroni Jarnskor Ellingsgaard er - Aron hevur tó trupulleikar við fótinum eisini. Jørgen Nielsen breyt eitt bein í fótinum í uppstartinum, og liðbondini hava darvað Olaf Bárðarson seinastu mánaðirnar. Tað gongur tó framá hjá teimum báðum síðstnenvdu, sum venja meira og meira nú. Andreas Lava Olsen hevur heldur ikki spælt í ár.



Greinin varð fyrstu ferð løgd út 01. mai 2024

47 Leygardagur 04. mai 2024

Víkingur tók stig frá meistarunum

Spenningur í landskappingini hjá kvinnum, har bæði Víkingur og NSÍ bjóða KÍ av

(Mynd: Oliver Joensen / Norðlýsið)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Toppdystur í bestu kvinnudeildini í fótbólti var í Djúpumýri sunnudagin tá KÍ tók ímóti Víkingi. Undan hesum umfarinum høvdu bæði liðini fult stigatal, og nakað av trýsti var tí á.

Dysturin endaði við javnleiki 1-1, og bæði málini komu í seinna hálvleiki. Málið hjá Víkingi skoraði Rakul Sørensen í 68. minutti við langskoti, sum sat í málhorninum, og við ongum møguleika hjá Fanni Kata Turi í KÍ-málinum at taka.

Seinna málið kom góðar tíggju minuttir seinni tá KÍ legði trýst á, og Durita Hummeland fekk fótin á.

1-1, og eitt stig í part. Higartil er kappingin meira spennandi enn undanfarin ár, og tað eru serliga KÍ, Víkingur og NSÍ, sum at síggja til eru væl við í ár.

NSÍ vann seinnapartin 6-0 á B36, HB vann í Trongisvági 8-0 á TB/FCS/Royn, og nýggju liðini í deildini, FC Hoyvík og Skála ÍF leiktu javnt 0-0.

Støðan Betri deildin kvinnur
1. Víkingur 10 stig
2. KÍ 10 stig
3. NSÍ 9 stig
4. HB 6 stig
5. B36 6 stig
6. FC Hoyvík 4 stig
7. SKála ÍF 1 stig
8. TB/FCS/Royn 0 stig

Fimta umfar í Betri deildini við kvinnu verður spæld í morgin, sunnudagin:

Kl. 12.15: HB - B36
Kl. 13: NSÍ - FC Hoyvík
Kl. 14: Skála ÍF - KÍ
Kl. 15: Víkingur - TB/FCS/Royn

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 28. apríl 2024

48 Leygardagur 04. mai 2024

U17 gentur: Spennandi avbjóðing í Moldova

Eyðvør Jakobsen, venjari hjá U17-landsliðnum við gentum, hevur úttikið hópin, sum frá 14. til 21. mai luttekur í UEFA menningarkapping í Moldova, har mótstøðuliðini eru Moldova, Litava og Rumenia

Eyðvør Jakobsen, venjari hjá U17-gentunum (Savnsmynd: FSF)
SkrivaÐ:

Alda Nielsdóttir

Í døgunum 14. til 21. mai luttekur føroyska U17-landsliðið við gentum í UEFA menningarkapping í Moldova. Mótstøðuliðini vera Moldova, Litava og Rumenia.

Eyðvør Jakobsen, venjari hjá U17-gentunum, hevur saman við hjálparvenjaranum, Gert Hansen, úttikið tær 18, ið skulu umboða Føroyar í kappingini.

Føroyar spæla móti Moldova 16. mai, móti Litava 18. mai, og móti Rumenia 20. mai. Allir dystirnir verða spældir á Zimbru 2 Stadion í moldoviska høvuðsstaðnum, Chisinau, skrivar Fótbóltssambandið.

Áðrenn fráferð eru tríggjar venjingar á skránni, sum verða á vøllinum á Dungasandi í Sørvági 1., 9. og 14. mai.

Hópurin
Hanna Ellefsen, BSF (Danmark)
Valbjørg Davidsen, B68
Sissel K. Mørkøre, EB/Streymur
Halla M. Ejdesgaard, FC Hoyvík
Tóra Vatnhamar Olsen, HB
Karla Sjóstein, KÍ
Ranja Joensen, KÍ
Eyðna Gaard, KÍ
Margreta í Buð, KÍ
Kára Sigurðsson, KÍ
Durita Vón Vidtfeldt, MB
Sara Benjaminsen, Skála
Ranja Petersen, Skála
Hansina Nesá, Víkingur
Reima Isaksen, Víkingur
Fríða Lamhauge, Víkingur
Bjørk Akselsen, 07 Vestur
Eydna Zakarisdóttir, 07 Vestur

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 29. apríl 2024

49 Leygardagur 04. mai 2024

U15: Hópurin til EfB Elite Cup úttikin

18 ungir spælarar skulu 6. til 11. mai umboða Føroyar í kappingini í Esbjerg. Hjá teimum flestu er hetta fyrstu ferð, at teir fáa møguleikan at umboða Føroyar

 
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

Jógvan Martin Olsen, høvuðsvenjari hjá U15-landsliðnum við dreingjum, hevur úttikið 18 spælarar til EfB Elite Cup, sum verður í Esbjerg frá 6. til 11. mai

Hesum boðar Fótbóltssamband Føroya frá.

Seinastu mongu árini hevur U15-landsliðið við dreingjum tikið lut í EfB Elite Cup í Esbjerg í Danmark. Talan er um eina fótbóltsstevnu, har føroyska liðið fær møguleikan at royna seg ímóti rímiliga stórum feløgum úr Danmark, Noregi, Svøríki og Týsklandi.

Í ár verður stevnan frá 6. til 11. mai, og nú er greitt, hvørjir teir 18 úttiknu eru. Sum sæst niðanfyri, so er B36 best umboðað.

Hópurin
Carl Christian Codron, B36
Tóki Bárðarson Dahl, B36
Mattias Høgnason Viderø, B36
Sveinur Høgnason Vesturdal, B36
Tobias Thomsen, B68
Aron D. Magnussen, EB/Streymur
Ísakur Peturson Olsen, EB/Streymur
Marius Jónsson, EB/Streymur
Bogi Augustinussen, TB/FCS/Royn
Markus Joensen, TB/FCS/Royn
Jónas Fossabrúgv, HB
Gabriel Højgaard, Hvidovre IF (Danmark)
William Hansen, Hvidovre IF (Danmark)
Emil Poulsson Linklett, KÍ
Andrew Poulsen, KÍ
Rósing Sverrason Toyt, Víkingur
Pætur Sigurdsson Højgaard, Víkingur
Emil Ludvig, Víkingur

Hjá teimum flestu er hetta fyrstu ferð, at teir fáa møguleikan at umboða Føroyar í landsliðshøpi.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 30. apríl 2024

50 Leygardagur 04. mai 2024

Ásla og Piteå eru steypavinnarar

Avgjørdu móti Häcken við brotssparki í 94. minutti. Føroyski landsliðsliðskiparin kom á vøllin stutt áðrenn søguligu løtuna

(Savnsmynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

Liðið hjá Áslu Johannesen spældi á heimavøllinum hjá favorttinum Häcken. Beint yvir 6.000 áskoðarar sóu heimaliðið hava bóltin meira, men Piteå skora einasta máliðo dystinum.

Hetta var við brotssparki í yvirtíðini. Tað var innskifta Enma Viklund, ið tók ábyrgd og sendi Piteå í ein sigursrús.

Føroyski landsliðsliðskiparin Ásla Johannesen kom á vøllin stutt frammanundan. Hon kann nú fegnaast um hennara størstu løtu sum yrkisspælari og søguligt steyp í Svøríki.

18-ára gamla hoyvíkskvinnan Jóhanna Fossdalsá Sørensen, sum í landsliðshøpi umboðar Danmark, spældi fullan dyst fyri Häcken.

Svenska steypafinalan hjá kvinnum 2024
BK Häcken - Piteå IF 0-1 (0-0)



Greinin varð fyrstu ferð løgd út 01. mai 2024

51 Leygardagur 04. mai 2024

Manslandsliðið til Japan

Japanska landsliðið hevur boðið føroyska A-landsliðnum við monnum til tveir venjingardystir í juli. Japan fyrireikar seg til OL

Elias Ellefsen á Skipagøtu her í dysti móti Japan í U21 EM-endaspælinum í Týsklandi í fjørsummar (Mynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

A-landsliðið hjá monnum er boðið til Japan til tveir venjingardystir fyrst í juli. Japan fyrireikar seg til OL og hevur boðið Føroyum til tveir venjingardystir í Tokyo.

Talan er um eina spennandi og forkunnuga innbjóðing, sum HSF hevur takkað ja til. Dystirnir liggja mándagin 1. og mikudagin 3. juli í Tokyo. Talan er um tíðarskeið, har leikararnir vanliga hava frí, men hava flestu leikararnir møguleika at vera við, hóast talan ikki er um landsliðsviku, hetta í samráð við feløg teirra. U20-landsliðsleikararnir eru ikki tøkir til hesa uppgávuna, tí at U20 EM-endaspælið í Slovenia eisini liggur juli mánaði.

Hesir leikarar eru úttiknir til dystirnar móti Japan:

Málverjar:
Pauli Jacobsen, HØJ Elite (DEN)
Nicholas Satchwell, Viking TIF (NOR)

Bakkar:
Tróndur Mikkelsen, Kristiansand Topphåndbold (NOR)
Rói Ellefsen á Skipagøtu, IF Hallby HK (SWE)
Pauli Mittún, Team Sydhavsøerne (DEN)
Elias Ellefsen á Skipagøtu, THW Kiel (GER)
Vilhelm Poulsen, Lemvig-Thyborøn, (DEN)
Kjartan Johansen, Bækkelaget, (NOR)
Peter Krogh, Aarhus HC (DEN)
Bjarni í Selvindi, Kristiansand Topphåndbold (NOR)
Jónas Gunnarson Djurhuus, FIF Håndbold (DEN)

Vengur:
Rói Berg Hansen, HØJ (DEN)
Leivur Mortensen, FIF Håndbold (DEN)
Allan Norðberg, Valur (ISL)

Strikur:
Teis Horn Rasmussen, Aarhus HC (DEN)
Helgi Hildarson Hoydal, Kristiansand Topphåndbold (NOR)


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 03. mai 2024

52 Leygardagur 04. mai 2024

H71 er føroyameistari triðja árið á rað

Ungu hoyvíkingarnir staðfestu meistaraheitið við tryggum sigri 37-32 sigri í kókandi høllini í Kollafirði

Sveinur Olafsson spældi aftur stóran leiklut í álopi og verju - ein av teimum "eldru ungu" sum veruliga hevur tikið ábyrgd í ár hjá H71 (Mynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

Spurnartekin vóru undan kappingarárinum: Um unga liðið í Hoyvík mundi fara at aftur bjóða av um steypini, nú fleiri profilar vóru vekk. 

Spurningar hava eisini verið undir finalurøðini, har stríðsfúsu kollfirðingarnir vunnu dramatiska finalu á heimavølli undanfarna mikukvøld og farna vikuskiftið fingu dystin út í longda leiktíð í Hoyvík.

H71 hevur tó kveistrað hetta til viks. Í steypakappingini gekst illa at verja heitið, men nú er triðja føroyameistaraheitið á rað komið í hús.

[object Object]
Hoyvíksfjeppararnir kundu fegnast í Kollafirði (Mynd: Sverri Egholm)

Útiliðið var á odda frá byrjan í fjórða finaludystinum mikukvøldið, og var so at siga allan 1. hálvleiki á odda við nøkrum málum: Torstein Sivertsen byrjaði væl í málinum, og tað gekst sum smurt at skora móti Milenko og hinum hjá Boga Hansen og øðrum. 

Í steðginum var 14-21. KÍF fekk dystin meira spennandi og niður á minus trý nakrar ferðir, men H71 treiskaðist. Tað kostaði eisini KÍF, at tryggi høgri vongurin Bárður Dam, sum eisini var farin at verja álopskent, fekk beinleiðis reytt kort um miðjan 2. hálvleik.

[object Object]
Bárður Dam fekk nøkur mál, vardi væl fyrstu løtuna eftir steðgin, men varð so vístur av vølli fyri heldur vandamikla støðu, tá hann royndi at steðga kontraálopi 

[object Object]Brian Slyne, ið spældi við KÍF í fjør, gjørdi veruliga bart í løtum

H71 økti aftur, orkan fór at bila hjá heimaliðnum og sum minuttirnir gingu tykiskt sigurin meira og meira tryggur, hóast KÍF ongantíð gavst.

Enn eitt flott føroyameistari til hoyvíkingar, ið nú kunnu fegnast. 

Fjórða og síðsta FM-finalan í Burn-deildini
Mikudagin 1. mai
KÍF - H71 32-37 (14-21)
Støðan í finaludystum 1-3

Toppskjúttar: Bogi Hansen 10 mál, Rasmus Søby 9 mál, Brian Slyne 8 mál

Sí myndir her

Spenningur og longd leiktíð

Mikudagin 27. apríl spældu H71 og KÍF triðja FM-finaludystin. Tað var í Hoyríkshøllini, og tað gjørdist ein intens og spennandi finala, har áskoðararnir í fulsettu høllini fingu ikki færri enn 75 mál.

H71 var á odda so at siga allan dystin, og við fýra málum í steðginum. Kollfirðingar stríddu seg tó av álvara inn í dystin aftur, og Tóki Fríðriksson javnaði í seinasta minutti til 31-31: Longd leiktíð í Hoyvík.

Tað stóð á jøvnum eftir fyrstu fimm minuttirnar, men so kom verjuparturin hjá H71 í gongd, og heimaliðið skoraði trý tey fyrstu málini, eftir at liðini høvdu skift síðu.

Nú var ov seint hjá KÍF at koma aftur. Tað sást kanska, at liðið hevði brúkt nógva megi at venda tí, og at hetta var sjeyndi inntensi dysturin hjá kollfirðingum í tjúgu dagar.

Við hesum úrsliti var greitt, at kollfirðingar máttu vinna aftur á heimavølli mikukvøldið fyri at halda fast í FM-vónini.

3. FM-finalan í Burn-deildini
Leygardagin 27. apríl í Hoyvíkshøllini

H71 - KÍF 31-31 (18-14) eftir longda leiktíð - 39-36 eftir vanliga leiktíð
Støðan í finaludystum 2-1

Toppskjútti: Bogi Hansen 10 mál


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 01. mai 2024

53 Leygardagur 04. mai 2024

StÍF kroysti Kyndil allan vegin

Favorittarnir úr Kyndli stríddust við at finna loysnir á Skála. StÍF var heilt væl við í aðru FM-finaluni, men Kyndil vann við einum máli, og kann avgera FM í dag

Natasja Hammer skoraði 8 mál móti barndómsfelagi sínum, sum royndi at ansa væl eftir nummar 11 hjá StÍF. Natasja og liðfelagarnir reistu seg eftir fyrstu finaluna (36-18), men tær í grønum tóku enn eitt fet móti FM-heitinum (Mynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

18 mál vóru á muni í fyrstu finaluni í SMS-deildini sunnudagin, tá StÍF so at siga ikki var til staðar og Kyndil – við øllum sínum dygdum og við stórari sannføring – gjørdi sum teimum lysti á Hálsi.

Søgan var ein heilt onnur á Skála mikukvøldið, har StÍF kom við ógvuliga heilstoyptum avriki. Sum Malene Madsen segði eftir dystin: Nú kundu tær hyggja í eyguni á hvørjari aðrari.

[object Object]
Kyndil fekk støðgað sterka strikuspælinum hjá StÍF sunnudagin...

[object Object]...men mikukvøldið skoraði Malene fimm mál. Hon vann eisini StÍF nøkur brotskøst (Myndir: Sverri Egholm) 

Kyndil var annars á odda 16-13 í hálvleikinum, men slapp ongantíð heilt avstað frá heimaliðnum, sum í tveimum pørtum av 2. hálvleiki eisini var heilt omaná og einaferð á odda við tveimum málum.

Hetta var serliga við stríðsvilja og við at finna røttu álopsloysnirnar – um tað var við innspølum til stóru og sterku Malene Madsen, langskot frá Emmu Skovmand, ymiskt frá Natasju Hammer ella vongskot frá Yuriku Korimoto.

[object Object]Natasja í framlopi

[object Object]Um StÍF hevði vunnið, hevði Yurika Kurimoti verið dagsins "MVP". Japanski bakspælarin/vongurin var við at vinna FM í 2021 - mikudagin vardi hon fyrimyndarliga yvir fyri besta spælaranum í deildini, umframt at Yurika skoraði fimm ferðir av vonginum 

[object Object]Jovana Stranjanac var tó aftur stinn í Kyndlismálinum við nógvum góðum bjaringinum - millum annað eftir vongskot (Myndir: Sverri Egholm)

Sí allar myndirnar av Skála í gjár

Yurika hevði ótrúliga gott tamarhald á Turið Arge Samuelsen. Japanski útispælarin hjá StÍF framdi uppgávuna við mansverju/sum høgur 2'ari við nógvari hugsavnan. Besti álopsspælarin í SMS-deildini kom ongantíð av álvara inn í dystinum, hóast Turið skeyt fimm mál - tíggju færri enn í fyrstu finaluni har hon nærum avgjørdi fyrstu tjúgu minuttirnar.

Hetta ørkymlaði tær grønu, ið leitaðu eftir loysnum í fleiri førum, har tað gjørdist stirvið og hakkut. StÍF-verjan var samanlagt eisini stinn, og Momoko Debes hevði umráðandi bjargingar, sum hildu heimaliðnum inni í dystinum.

[object Object]

[object Object]
Momoko Debes (f. Nakamura) 

[object Object]Ein sjáldsom sjón øðrum finaludysti: Frítt skot til Turið Arge Samuelsen. Hon fekk tó nøkur góð mál 

[object Object]Blaðunga Joan Johannesen skoraði fýra mál av vonginum og millum annað nøkur týðandi mál seinastu løtuna (Myndir: Sverri Egholm)

Trupulleikin fyri StÍF var, at Jovana Stranjanac samanlagt hevði ein betri dyst í hinum málinum, og seinastu løtuna hevði Kyndils-verjan gott tamarhald á. StÍF manglaði nakað av megi og seinasta skerpni – tey í heimaleguni saknaðu eisini nakrar útvísingar.

Kyndil gjørdi nóg mikið til at knógva tí. Millum annað var umráðandi, at ungu Joan Johannesen og Inga Maria Roysdóttir fingu nøkur mál í høgru síðu, og at Nadja Pejovic hevði tvey heilt góð langskot, tá tað var læst. Tá hon økti til 23-26 við dundurskotii við trimum og einum hálvfum minutti eftir á klokkuni, var nærum greitt, at Kyndil fór at vinna. StÍF minkaði tvær ferðir, men ov seint var.

Tær í grønum fegnaðust - eitt sindur - men mest av øllum tyktust tær lættar yvir sigurin á Skála, har stuðulin til serliga heimaliðið var frálíkur, og har spenningur og inntensitetur var allan vegin.

[object Object]

[object Object]Myndir: Sverri Egholm

Eftir úrslitið er greitt, at Kyndil kann avgera tað í triðju finaluni, sum verður spæld í Hoyvíkshøllini (!) í dag klokkan 15. Kyndil fær ikki møguleika at spæla á vanliga heimavølli sínum á Hálsi orsaka av stórum tiltaki í høllini.

FM-finala nummar tvey í SMS-deildini
Mikudagin 1. mai
StÍF - Kyndil 25-26 (13-16)
Finalustøðan: 0-2
Toppskjútti: Natasja Hammer 8 mál

Fyrsta liðið sum vinnur tríggjar finalur gerst føroyameistari

--

Fyrsta FM-finalan í SMS-deildini
Sunnudagin 28. apríl
Kyndil - StÍF 36-18 (18-9)
Finalustøða: 1-0

Les um dystin her

Myndir frá fyrsta finaludystinum

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 02. mai 2024

54 Leygardagur 04. mai 2024

Stór upphiting undan Makedoniadystinum

Endurnýta uppskriftina frá Berlin við Eyðun & Terja, RSP og andlitsmáling. Tiltakið verður í OY og byrjar tríggjar tímar áðrenn HM-undandystin á Hálsi mikudagin

Gott lag var í týska høvuðsstaðnum í januar, har stórar upphitingar settu dám á føroyska lagið. Í komandi viku skipað stórstuðlar hjá HSF fyri stórari upphiting í samband við HM play-off dystin móti Norðurmakedonia (Savnsmynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

Í teimum kátu Berlin-døgunum í kuldanum í januar savnaðust túsundtals føroyingar um hondbóltsmenninar. Sum upphiting til teir tríggjar EM-dystirnar hjá Føroyum skipaðu fleiri stórstuðlar fyri stórum upphitingartiltaki í týska høvuðsstaðnum.

Har var millum annað andlitsmáling og heilt gott lag. Føroyskir tónleikarar settu sín dám á. 

Nú verður hendan uppskriftin endurnýtt. Tað eru Føroya Banki, Wenzel, Effo og Atlantic Airways, ið skipa fyri upphiting í OY áðrenn týðandi dystin móti Norðurmakedonia mikudagin.

Eins og í Berlin, fara Eyðun & Terja og RSP at hita upp við tónleiki á pallinum og faa lív í fjøldina. 

[object Object]
Eyðun og Terji á pallinum og túsundtals glaðir og spentir føroyingar í Kreuzberg í Berlin (Mynd: Sverri Egholm)


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 30. apríl 2024

55 Leygardagur 04. mai 2024

Allan skal spæla evropeiskar finalur

Valur vann eisini sannførandi í seinnu hálvfinaluni í European Cup - við seks málum í Rumenia - og skal spæla um gull móti Olympiacos

Allan Norðberg kom á máltalvuna, tá Valur staðfesti seg sum finalulið í triðsterkastu evropeisku kappingini (Savnsmynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

Valur vann við átta málum í fyrru hálvfinaluni, og harvið bendi nógv á, at Allan Norðberg og liðfelagirnir skuldu spæla finalu í European Cup.

Rumenska Minaur Baia Mare er tó ógvuliga sterkt á heimavølli, og Valur tók einki fyri givið áðrenn seinna dystin, ið varð spældur farna vikuskifti. Farið var tíðliga til Rumenia, og íslendska liðið spældi eisini ein frálíkan fyrra hálvleik.

Tað var 8-17 og harvið alt avgjørt. Harvið kundi Valur spara nakað, og eftir seinasta bríksl fegnast. Íslendsku steypavinnararnir vunnu 30-24 og harvið 66-52 samanlagt

Hetta merkir, at Allan og hinir skulu spæla European Cup-finalur móti grikska stórfelagnum Olympiacos. Hetta verður triðja og fjórða vikuskiti í mai - ein dystur er á heimavølli og og ein á útivølli. Talan er um triðsterkastu evropeisku kappingina.

30-ára gamli strandingurin skoraði eitt mál í hálvfinaluni. Høgri vongurin hevði tvey skot.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 28. apríl 2024

56 Leygardagur 04. mai 2024

Hákun og Jóhan skulu ikki møta hvørjum øðrum í Hamborg

Füchse skal spæla týskara-uppgerð móti Rhein Neckar Löwen, og Flensburg hittir Dinamo Bucuresti. Hálvfinalurnar í “EHF Finals” eru á skránni 25. mai

Hákun West av Teigum (Savnsmynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

Fyrr í vikuni varð endliga greitt hvørji fýra lið komu í hálvfinalurnar í European League, og nú hevur lutakastið til hálvfinalurnar í næststerkastu evropeisku kappingini verið.

Tað háttaði seg á hendan hátt:
SG Flensburg-Handewitt (GER) móti Dinamo Bucuresti (ROU)
Rhein-Neckar Löwen (GER) móti Füchse Berlin (GER)

Týsk feløg hava sitið á kappingini, og um Jóhan á Plógv Hansen og liðfelagarnir vinna á rumenska stórfelagnum, so verður talan um reina týska finalu.

So er bara spurningurin, um Hákun West av Teigum og høvuðsstaðarfelagið liva upp til favorittleiklutin móti Rhein-Neckar og koma í finaluna annað árið á rað. Tað er møguligt, at bæði ein hoyvíkingur og ein havnarmaður síggjast á finalugólvinum í Hamborg.

Í fjør var Annika Fríðheim Petersen við danska NFH til Final Four í European League. Hetta er fyrstu ferð, at mannligir føroyskir hondbóltsspælarar eru komnir so langt í kappingini.

Hálvfinalurnar verða spældar í snotiligu høllini í Hamborg leygardagin 25. mai. Dagin eftir eru finala og bronsudystur á skránni har.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 03. mai 2024

57 Leygardagur 04. mai 2024

Dráttur føroyameistari eftir fimmsettara og gullsett

Neyðugt gjørdist við gullsetti fyri at finna føroyameistaran í kvinnuflogbólti 2024

 
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Føroya Tele-deildin, kvinnur:
Seinna FM-finalan:
Dráttur – Fleyr 3-2 (16-25, 25-18, 26-24, 23-25, 15-12)
Gullsett: Dráttur – Fleyr 15-12

Neyðugt gjørdist við gullsetti fyri at finna føroyameistaran í kvinnuflogbólti 2024. Skuldi Dráttur gerast føroyameistari, kundi tað bara henda eftir gullsett, tí Fleyr hevði vunnið fyrra finaludystin. Men fyrst var neyðugt at vinna sjálvan dystin. Fyri Fleyr var hinvegin nóg mikið at vinna vanliga dystin fyri at tryggja sær føroyameistaraheitið.

Fleyr fekk flúgvandi byrjan upp á dystin og vann fyrsta settið 25-16.

Men Tereza Kerpčarová, sum hevði verið væl pakkað inn í fyrru FM-finaluni og eisini í fyrsta setti leygardagin, fór nú at gera meira um seg, og við henni á odda javnaði Dráttur til 1-1 í settum. 24-24 gjørdist í triðja setti, og við blokki vann Henrikka Wang Jacobsen settið 26-24 fyri Drátt.

Fleyr hevði sjálvsagt ikki hug til gullsett, og tí skuldi fjórða sett vinnast. Hetta tóktist vera komið undir land, tá Fleyr legði seg á odda 19-12, men Dráttur bardi seg innaftur í settið, og minkaði um munin til 21-22 og 23-24, áðrenn Hanna A. Olsen við dundursmassji vann settið fyri Fleyr.

Dráttur fleyg avstað í javnbrótaranum og legði seg á odda 6-2, men Fleyr hevði framvegis ikki hug til gullsett, og bardi seg upp á 7-8 (til Drátt). Men so vann Dráttur aftur fýra á rað, men enn einaferð kom Fleyr afturíaftur og bardi seg upp á 12-13. Dupultslag gjørdist kostnaðarmikið fyri Fleyr, og Dráttur fekk dystarbólt sum Tereza Kerpčarová vann við diagonalum smassji.

So var gullsett upp í 15 á skránni. Fleyr var flúgvandi, og legði seg á odda 5-2, men eftir framúr servur frá Sissal Ellevsdóttir javnaði Dráttur og fór framum 7-5, og meistaraheitið tóktist vera komið í hús, tá Dráttur legði seg á odda 11-6. Men langt skuldi tó vera eftir á mál, vísti tað seg, tí Fleyr javnaði til 11-11 og 12-12. Fleyr servaði síðan í netið, og sendi næsta bóltin út av vøllinum, og so átti Dráttur dystarbólt – ella gullbólt. Hann trýsti Jórun Elisdóttir Wang niður í gólvið frammi við netið, og so var Dráttur føroyameistari á fjórða sinni. – Og fyrstu ferð greipuvinnari í søgu felagsins, sum byrjaði 8. apríl fyri 40 árum síðani.

Hetta var eisini fyrstu ferð, síðani farið varð at spæla FM-finalur í 2010, at tað liðið, sum ikki hevur vunnið fyrsta finaludystin, gjørdist føroyameistari.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 27. apríl 2024

58 Leygardagur 04. mai 2024

SÍ fekk bank – vaknaði og vann, men tapti gullsettið

Mjølnir føroyameistari í flogbólti eftir fimmsettara og gullsett

 
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Føroya Tele-deildin, menn:
Seinna FM-finalan:

Mjølnir – SÍ 2-3 (25-19, 25-17, 18-25, 22-25, 17-19)
Gullsett: Mjølnir – SÍ 15-9

Mjølnir vann lættliga fyrstu tvey settini, og líkt var til, at hetta fór at gerast ein av styttru FM-finalunum. Men eftir at Mateusz Pazgan beklaði og fór út í øðrum setti, hevði Mjølnir ilt við at fóta sær, tá SÍ var farið at bíta frá sær í triðja setti. SÍ var eisini omaná í fjórða setti, og týðiligt var, at Mjølnir var merkt av, at póllendingurin sat úttanfyri. Hann kom tó innaftur í fjórða setti; haltandi á øðrum beininum, men var flúgvandi á hinum.

SÍ fekk tveir dystarbóltar við støðuna 12-14 í javnbrótaranum, men Mjølnir javnaði og legði seg framum og hevði føroyameistarabólt við støðuna 15-14. SÍ yvirlivdi eisini annan dystarbóltin, og vann so endiliga settið 19-17 við sínum fjórða dystarbólti.

Og so skuldi føroyameistarin finnast við gullsetti.

Her kom Mjølnir skjótt í góða støðu, tá klaksvíkingar løgdu seg framum 4-1 og 9-4. Kanska var møðin farin at gera um seg hjá 42 ára gamla leikandi venjaranum hjá SÍ, sum ikki vann líka nógvar bóltar í gullsettinum. Jóhan Arni Elisson Wang hevði longri arm enn bróðurin hinumegin, Jákup Árni, og so var 11-6, og 12-6 gjørdist støðan eftir blokk frá Jóhan Arna.

Nú luktaði av gulli, og gullbóltin langaði eingin annar enn Mateusz Pazgan gjøgnum blokkin hjá SÍ og í gólvið, og so hevði Mjølnir vunnið 15-9. – Og sítt sætta føroyameistaraheiti á rað.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 27. apríl 2024

59 Leygardagur 04. mai 2024

Sverri Nielsen misti bronsuna á stokkinum

Rógvarin úr Litava hevði ein betri endaspurt og fór avstað við triðja plássinum í EM-finaluni

 
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Sverri Nielsen lá á triðja plássi nærum allan teinin í EM-finaluni í Ungarn sunnudagin, men í endaspurtinum, seinastu 100 metrarnar, misti miðvingurin bronsuna til litavan, Giedrius Bieliauskas.

[object Object]

Zoe E. Dickson róði eisini á EM-stevnuni í Ungarn sunnumorgunin, og tað gjørdist til eitt triðja pláss. Í skullara saman við donsku Marie Mørch royndu tær at tryggja sær OL-pláss, men tað eydnaðist ikki.

[object Object]

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 28. apríl 2024

60 Leygardagur 04. mai 2024

Bronsupláss til Miriam og Bjarnhild

Mótstøðan frá einum avstralskum pari gjørdist ov stór

Miriam í Grótinum og Bjarnhild í Buð Justinussen
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Hálvfinalan gjørdist endaplássið hjá landsliðsleikarunum í badminton, Miriam í Grótinum (HBF) og Bjarnhild í Buð Justinussen (KBF) í luttøku teirra í Yonex Finnish International 2024 farna vikuskiftið.

Kappingin er góðkend av Badminton World Federation sum partur av teirra sonevndu Future Series.

Í hálvfinaluni møttu føroyska kvinnuparið yvirvøldini í einum sera sterkum pari úr Avstralia, har onnur er fødd í Japan í 1996, og hevur vunnið nógv gullheiðursmerkir í altjóða kappingum áður. Avstralska parið er nummar 185 á støðulistanum hjá BWF, har Miriam og Bjarnhild vóru nummar 614 áðrenn hesa kappingina.

Avstralska parið vann hálvfinaluna í tveimum settum 21-12, 21-7.

At luttaka regluliga í altjóða góðkendu kappingunum hjá BWF er lutfalsliga nýtt hjá føroyskum badmintonleikarum. Og hetta er soleiðis fyrstu ferð, at føroyskir leikarar enda í topp 3.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 28. apríl 2024

61 Leygardagur 04. mai 2024

Páll Heri Nolsøe føroyameistari í billlard

Eftir harða og drúgva kapping gjørdist tvøramaðurin Páll Heri Nolsøe aftur nýggjur føroyameistari í billard. Hann vann í finaluni á Halli Joensen

Páll Heri Nolsøe nýggjur føroyameistari í billard. Her saman við Halli Joensen, sum gjørdist nr. 2 og Ólavi Kjølbro, sum gjørdist nr. 3 (Mynd: Jan Müller)
SkrivaÐ:

Jan Müller

Síðani føroyski ítróttarheimurin hevur latið dyrnar upp fyri billardspælinum er áhugin fyri hesi serstøku ítróttargreinini nógv vaksin. Og tað kom til sjóndar farna leygardag, tá finaluumfarið fyri einstaklingar varð spælt í snotuligu hølunum í Klaksvík, og har eingin minni enn sjálvur borgarstjórin vitjaði og handaði steyp. 

[object Object]

Vinnari og føroyameistari gjørdist ein billardsnillingur av Tvøroyri. Hóast nógvir frægir billardspælarar finnast kring alt landið, so hevur Páll Heri Nolsøe víst, at hann telist millum teir bestu nakrantíð.

[object Object]

[object Object]

Og hetta prógvaði ungi tvøramaðurin aftur í hesaferð, har hann megnaði at vinna á so frægum spælarum sum Halli Joensen og Ólavi Kjølbro.

Ólavur Kjølbro, sum vann á Páll Hera í fjør, mátti lúta fyri nýggja meistaranum í hálvfinaluni, ið gjørdist ómetaliga jøvn og spennandi. Áhugarvert er at bíta merki í, at teir tríggir oddapælararnir í ár vunnu ávikavist FM heitið í ár, í fjør og fyrrárið. 

[object Object]Karl Johansen, borgarstjóri og aðrir klaksvíkingar hava nógv at takka Haldor Holm fyri at hava gjørt Klaksvíkina til føroyskt billardmekka (Mynd: Jan Müller) 


Borgarstjórin í Klaksvíl, Karl Johansen, var sum ikki einaferð á rætta stað til røttu tíð og heilsaði bæði vinnandi spælarunum og teimum  mongu, sum vóru komin at fylgja við, nú billard er vorðið enn ein fólksins ítróttur.  


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 27. apríl 2024

62 Leygardagur 04. mai 2024

Minningarorð um Mikkjal Mikkelsen

Mikudagin 24. apríl andaðist Mikkjal Mikkelsen, fyrrverandi lærari á Námsvísindadeildini. Hann gjørdist 68 ára gamal

 
SkrivaÐ:

Minningarorð / Hans Harryson, Námsvísindadeildin

Mikkjal Mikkelsen var ein av dugnaligastu fótbóltsleikarum í Føroyum í 1970unum og í 1980unum. Hann var svipari á KÍ-liðnum í fleiri ár, og hann var liðskipari á føroyska landsliðnum eitt tíðarskeið. Mikkjal hevði framúr gott yvirblikk á vøllinum, og hansara teknisku førleikar og hansara góða høvuðspæl verða umtalað tann dag í dag.  

Men Mikkjal var ikki bara kendur sum fótbóltsleikari. Hann var eisini kendur sum lærari á læraraútbúgvingini í tvey áratíggju. Aftaná at hava lokið prógv á lærdum háskúla í Danmark í 1990unum, var Mikkjal settur í starv á Føroya læraraskúla um aldarskiftið, har hann skuldi varða av landalæru og donskum. Og hesa uppgávuna megnaði Mikkjal sera væl. Pauli Nielsen var rektari á læraraútbúgvingini um tað mundið, og Mikkjal gjørdist skjótt næsti maður rektarans.

Tá ið avgerð varð tikin um, at læraraútbúgvingin skuldi endurskoðast í 2005/2006, var Mikkjal settur sum skrivari í eini arbeiðsnevnd, ið taldi 15 fólk. Hetta var stórarbeiði, men nevndin var virkisfús, og í august mánaði 2006 fekk landsstýrismaðurin í mentamálum handað tað sokallaða PLÚ-álitið, sum varð nýtt sum grundarlag, tá ið læraraútbúgvingin varð lýst sum ein setursútbúgving á bachelorstigi á sumri í 2008. 

Mikkjal var eisini hollur stuðul hjá Jóannesi Hansen, sum var rektari á Føroya læraraskúla (seinni Námsvísindadeildin) frá 2006 til 2011. Hetta tíðarskeiðið sat Mikkjal eisini í nevndini í Magistarafelagnum.   

Mikkjal var ein dugnaligur undirvísari og ein hjálpsamur starvsfelagi. Hann var altíð blíður og týður. Hann var fakliga forvitin, og hann visti mangt og hvat. Hann var ein tumma framman fyri starvsfelagarnar á KT-økinum og altíð góður at heita á. Hann hevði sett seg væl inn í, hvussu ársnormar skuldu setast upp og var við til at knæseta ársnormaskipanina á Frælsinum. Osfr. 

Mikkjal hevði greiðar meiningar um, hvussu undirvísingin á eini læraraútbúgving skuldi skipast. Hann var forsprákari fyri tvørgreinaligari undirvísing og verkætlanararbeiði. Hann sá stórt virði í, at lesandi fóru útferðir í egnum landi og námsferðir út í stóru verð. Og hann minti altíð starvsfelagarnar á, at sambandið millum læraraútbúgvingina og fólkaskúlan var av stórum týdningi.

Í vertskapi var Mikkjal tann, ið dugdi best at spæla guittar og at syngja fyri. Tá ið borðhald var, vildu øll sita undir liðini á Mikkjali, tí hann dugdi so væl at siga skemtisøgur og skapa eitt gott huglag.  

Tey árini Mikkjal starvaðist á Frælsinum, hepnaðist tað honum at skapa góð og varandi sambond millum føroysku læraraútbúgvingina og lærararútbúgvingar í hinum Norðurlondunum. Mikkjal var sum dømi ein av oddamonnunum, tá ið Spika- og Álka-netverkini vórðu sett á stovn. Hesi netverk hava burðardyggleika og náttúruvísindi sum snúningsása, og rættuliga nógv læraralesandi hava verið ógloymandi túrar við Mikkjali á Spika- og Álka-skeiðum. 

Tey, ið hava hitt Mikkjal, fara ongantíð at gloyma hansara dámligu medferð. Hann var ein góður lærari, ein góður starvsfelagi og eitt gott fólk. 

Vit senda okkara tankar til tey, ið sita eftir, nú Mikkjal er farin. Ein serlig heilsan verður send konu Mikkjali, Paulinu Poulsen, ið starvast sum lestrarvegleiðari á Fróðskaparsetri Føroya.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 01. mai 2024