Leygardagur 11. mai 2024 | Nr. 19 | Árgangur 5 | Kr. 0,00
SíÐa 2
SíÐa 34
SíÐa 4
SíÐa 37
SíÐa 6
SíÐa 41
Nýggj útgáva hvønn leygarmorgun kl. 7
Politiska støðan tykist heldur fastlæst í løtuni. Javnvágin millum Fólkaflokkin og sambandið øðrumegin og javnaðin og Tjóðveldi hinumegin broytist ikki. Tað stendur 17-12 til tey borgarligu – tá hava vit ikki talt teir báðar smáu flokkarnar við.
Og orsøkin til ikki at taka teir smáu flokkarnar við í uppgerðini er, at tá tveir flokkar kunnu mynda meiriluta á tingi, so gerast teir smáu flokkarnir ikki so áhugaverdir, sum teir annars oftast eru í sambandi við at samgongur skulu skipast.
Einasta broyting í nýggjastu veljarakanningini í mun til ta seinastu í februar er, at nú er tað Fólkaflokkurin, sum er størri enn Sambandsflokkurin og hinumegin eru stóru samgonguflokkarnir vorðnir líka stórir. Í báðum førum hevur annar tikið ein sess frá hinum.
Hví tað hesaferð gongur betur hjá Tjóðveldi enn hjá Javnaðarflokkinum og betur hjá Fólkaflokkinum enn hjá Sambandsflokkinum er ikki heilt einfalt at skilja. Sannlíkt er tað helst tann óvissan upp á tey 3-4 prosentstigini, sum gera seg galdandi við hesum slag av kanningum.
Niðurstøðan má vera, at blokkpolitikkurin enn einaferð hevur prógvað sína ódygd.
Tað sær ikki út til, at tað eydnast flokkunum, sum fingu dygga undirtøku til seinasta val og heimild frá veljarunum at taka við valdinum, at sannføra veljaraskaran um, at teirra politikkur er hin rætti og til gagns fyri land og fólk. Eins og tað heldur ikki eydnaðist sigursharrunum á undanfarna løgtingsvali og heldur ikki á valinum undan tí...
Tað er skjótt hálvtannað ár síðan at løgtingsval var. Tað plagdi at verða sagt, at øll tey ópopuleru tiltøkini skuldu gjøgnumførast í fyrsta árinum av valskeiðinum, fyri at kunna heinta tað innaftur, sum harvið verður mist.
Vit klára enn ikki at síggja tekn um, at hetta er eydnast fyri sitandi samgongu.
Sigast skal, at royndir eru gjørdar at hugsa øðrvísi. Eitt nú við breiðum semjum.
Sambandsflokkurin varð til dømis róstur av einum parti av politiska etablissimentinum fyri at vilja gera semju við landsstýrisflokkarnar um, hvussu alivinnan eigur at verða skattað.
Men Sambandsflokkurin verður ikki góðskrivaður av veljaranum fyri tað, sambært nýggjastu kanningini, tvørturímóti. Tað sær sanniliga út til, at tað er lættari at vinna atkvøður við at vera ímóti teimum uppskotum til loysnir sum onnur koma við, heldur enn sjálvur at søkja loysnirnar. Og tað er ófrættakent.
Tí soleiðis byggja vit ikki land. Vit mugu hava politikarar, ið duga at seta út í kortið og tora at standa við sína kós, heldur enn at smoyggja sær undan støðutakanini og ábyrgdini og einans hugsa um, hvussu atkvøðurnar kunnu tryggjast til tess at fáa valdið aftur eftir næsta løgtingsval.
Tað er ikki eydnast at finna hóskandi hølir í Føroyum, og tí letur Michelin matstovan ikki uppaftur komandi ár
KOKS gevst eftir summarið í Grønlandi og eftir eitt støkkup tiltak í Tivoli í Keypmannahavn í heyst. Tað boðar Johannes Jensen, stjóri í Gist & Vist og Hotel Føroyum, frá í tíðindaskrivi fríggjakvøldið.
- Vit hava hugsað okkum væl um, áðrenn vit bera tykkum hesi beisksøtu tíðindi. KOKS fer at lata aftur eitt skifti.
- Hóast vit hava roynt at útvega okkum ein nýggjan stað í Føroyum, mugu vit í hesi løtu ásanna, at vit ikki megna at fáa ein fastan bústað fyrr enn í fyrsta lagi í 2026.
Hann greiðir frá, at seinasta skeiðið í Ilimanaq í Grønlandi verður frá 12. juni til 7. september. Eftir tað flyta kokkarnir í Koks til Tivoli í Keypmannahavn, har eitt serligt støkk-upp tiltak verður frá 10. oktober til 3. november.
KOKS hevur vunnið sær altjóða viðurkenning fyri sína makaleysu norðurlendsku matgerð, sum hevur sett staðbundna rávøru og siðbundan føroyskan smakk í brennidepilin. Matstovan hevur halgað seg til fínleikan og nýskapan, og tað hevur vunnið henni tvær Michelin stjørnur og trúfastar fylgjarar um allan heim.
- Vit hava kannað nógvar ymiskar møguleikar í Føroyum, tó er eingin vorðin veruleiki. Kortini er tað so, at vit framvegis vilja lata upp aftur í Føroyum, skuldu vit komið fram á tað rætta staðið, har okkara matmentanarliga ferð kann halda fram, skrivar Johannes Jensen í tíðindaskrivinum.
- Í takksemi og við eyðmýkt takki eg teimum meistaraligu starvfólkunum á KOKS, sum høvuðskokkurin Poul Andrias Ziska hevur stjórnað, fyri at skapa løtur við matlistarligari gleði, við fínleika og dirvi um somu leið, og vínserfrøðinginum Karin Visth fyri “at stjórna allari skránni” við trúskapi og ídni, skrivar hann at enda.
Tað er eydnast Johannesi Jensen, Karin Visth og Poul Andrias Ziska at vinna matstovuni Koks tvær stjørnur frá Michelin. Tá liðugt er í Grønlandi í heyst, er heimskenda føroyska matstovan heimleys (Savnsmynd)
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 10. mai 2024
Stóru borgarligu flokkarnir hava meiruluta sambært nýggjari kanning. Hóast javnvágin millum andstøðu og samgongu er óbroytt í mun til seinastu kanning, so eru innanhýsis broytingar
Fólkaflokkurin hevði verið nógv størsti flokkur, um val var í dag. Fólkaflokkurin og Sambandsflokkurin høvdu einsamallir fingið meirilutan á tingi. Tað vísir nýggjasta veljarakanningin, sum Spyr.fo hesa vikuna hevur gjørt fyri Portalin.
Kanningin gevur Fólkaflokkinum eina framgongd á 7,6 prosentstig í mun til løgtingsvalið í desember 2022. Fólkaflokkurin stendur til at fáa 26,5 prosent av atkvøðunum, og tað er nærum líka nógv, sum Javnaðarflokkurin fekk á seinasta løgtingsvali.
Javnaðarflokkurin hinvegin er stóri taparin í hesi veljarakanningini. Gongur úr 26,6 prosentum á valinum niður í 19,4 prosent nú, ein afturgongd á 7,1 prosentstig.
Sambandsflokkurin er næststørstur í løtuni. Framgongdin hjá Sambandsflokkinum er 2,5 prosentstig svarandi til 22,5 prosent av atkvøðunum.
Fjórstørstur er Tjóðveldi í hesi kanningini við 17,0 prosentum, sum er ein afturgongd upp á 0,7 prosentstig í mun til valið.
Men fyri Tjóðveldið er talan um eina framgongd í mun til seinastu kanning. Tjóðveldi var heilt niðri á undir 14 prosentum í desember mánaði, men síðani er flokkurin kvinkaður spakuliga uppaftur, so hann nærkast undirtøkuni, sum flokkurin fekk á valinum seinast.
Størst munur í mun til seinastu Spyr.fo-kanning í februar er at síggja í lutfallinum millum Fólkaflokkin og Sambandsflokkin. Tá gjørdist Sambandsflokkurin størstur við 26,3 prosentum, men er gingin aftur við 3,8 prosentstigum.
So nú er tað Fólkaflokkurin, sum fær 9 fólk á ting, meðan Sambandsflokkurin fær 8, og tað er tað øvugta av hvat seinasta kanning vísti, og samlaða úrslitið er sostatt framvegis, at hesir báðir flokkar hava 17 fólk tilsamans. Tað er ein meiriluti.
Javnaðarflokkurin og Tjóðveldi standa báðir til at fáa 6 tingfólk vald. Í februar stóð Javnaðarflokkurin til at fáa 7 og Tjóðveldi 5.
Hjá teimum smáu flokkunum vísir nýggjasta kanningin tað sama, sum á seinastu kanningunum. Miðflokkurin og Framsókn standa til at fáa tveir tingsessir í part, og Sjálvstýri verður heldur ikki umboðað í hesi kanningini.
Sjálvstýrið gongur eitt vet aftur, meðan bæði Framsókn og Miðflokkurin ganga eitt vet fram í mun til seinastukanning. Framsókn stendur til at fáa 6,7 prosent, ein afturgongd upp á 0,9 prosentstig og ein tingsess færri, meðan Miðflokkurin gongur eitt lítið vet fram í mun til valið og er næstan líka stórur sum Framsókn, 6,6 prosent.
Men enn sum áður, eru tað nógvar atkvøður, sum ikki hava nakað heimstað. 18,5 prosent av teimum spurdu siga seg ikki vita, ikki fara á val ella fara at atkvøða blankt.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 11. mai 2024
Veljarakanning vísir, at einans 16 prosent halda, at farast skal undir at byggja tjóðleikhúsið á Eystaru Bryggju
Tað hevur ikki undirtøku í fólkinum at byggja eitt tjóðleikhús á Eystaru Bryggju í Havn.
Tað vísir ein kanning, sum Spyr.fo hevur gjørt fyri Portalin.
Tey 500 fólkini, sum mikudagin vórðu spurd, høvdu fýra møguleikar at svara spurninginum “Hvat heldur tú um bygging av nýggjum tjóðleikhúsi?”
Bert 16 prosent av teimum spurdu halda, at “Tjóðleikhúsið skal byggjast á Eystaru bryggju, sum ætlanin er”.
Hinvegin eru tað ein góður fjórðingur – 26 prosent – sum halda, at húsið skal byggjast “aðrastaðni enn í Tórshavn”, meðan ein knappur fjórðingur – 24 prosent – heldur, at “Føroyar hava ikki brúk fyri einum nýggjum tjóðleikhúsi”.
Altso ein helmingur av fólkinum heldur – sambært kanningini – at húsið antin ikki skal byggjast ella byggjast uttan fyri Havnina.
Hin helmingurin heldur, at húsið skal vera í Havn. 16 prosent svaraðu, sum sagt, at tey ynskja húsið bygt á Eystaru bryggju, meðan størsti parturin av teimum spurdu, 34 prosent, svaraðu “Tjóðleikhúsið skal byggjast í Tórshavn, men ikki á Eystaru Bryggju”.
Hyggja vit til dømis eftir hvat veljararnir í høvuðsstaðnum halda, so taka 28 prosent undir við núverandi ætlan, meðan 44 prosent halda, at húsið skal verða onkra aðra staðni í býnum. 16 prosent halda ikki, at vit skulu hava nakað tjóðeikhús, meðan 12 prosent halda, at tað skal liggja uttan fyri høvuðsstaðin.
Heili 30 prosent av veljarunum við bústaði uttan fyri høvuðsstaðin, halda ikki, at tað er neyðugt við einum tjóðleikhúsi. 36 prosent halda, at húsið skal byggjast uttan fyri høvuðsstaðin, meðan restin tilsamans 34 prosent taka undir við, at tað verður bygd í Havn, men einans 8 prosent av hesum taka undir við verandi ætlan á Eystaru Bryggju.
Um vit hyggja eftir kynsbýtinum, so eru tað nógv fleiri menn enn kvinnur, sum ikki halda, at tjóðleikhúsið skal byggjast. 31 prosent av monnunum og 17 prosent av kvinnunum svaraðu at Føroyar ikki hava brúk fyri einum tjóðleikhúsi.
Vit síggja eisini, at tað í størri mun eru borgarligir veljarar, sum eru ímóti tjóðleikhúsi. 31 prosent av veljarunum hjá núverandi andstøðuflokkunum halda, at ikki er tørvur á tjóðleikhúsi, meðan tað bert eru 13 prosent av samgonguveljarunum, sum hava henda hugburð.
Her verður mint á, at tað var undanfarna samgonga við Jenisi av Rana sum landsstýrismanni við mentamálum, sum legði uppskotið fram um at staðseta tjóðleikhúsið á Eystaru bryggju.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 10. mai 2024
Í summar sleppa skeinkistøð í Tórshavnar kommunu at hava opið til klokkan tvey gerandiskvøld
Til 1. september sleppa skeinkistøðini í Tórshavnar kommunu at at hava longri opið um kvøldarnar gerandisdagar og sunnudagar.
Hesum hevur kommunan boðað løgregluni og loyvisnevndini frá.
Hetta gjørdi seg eitt nú galdandi mikukvøldið, tá fleiri skeinkistøð í Havn høvdu leingi opið í sambandi við sigurin hjá hondbóltslandsliðnum kvøldið fyri Krists himmalsferðardag.
Annars hava skeinkistøðini bert havt loyvi, at hava opið til á midnátt gerandiskvøld og sunnukvøld, men er altso broytt nú í summar.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 09. mai 2024
Í fyrstu atløgu verða 26 íbúðir bygdar, ímeðan lendið til tær írestandi íbúðirnar verður gjørt byggibúgvið
Avtala varð í vikuni undirskrivað millum Eysturkommunu og Pf. Eyðabø. Felagið skal byggja íbúðir upp at eldrasambýlinum í Norðragøtu.
Hetta hevur verið nakað, ið hevur verið á veg í eina tíð - og eisini verið tiltrongt
Íbúðirnar verða 34 í tali. Í fyrstu atløgu verða 26 íbúðir bygdar, ímeðan lendið til tær írestandi íbúðirnar verður gjørt byggibúgvið, skrivar Eysturkommuna.
- Avtala er eisini gjørd um samstarv um nakrar av íbúðunum, ið Eysturkommuna og Eldratænastan Nánd koma at gera brúk av. Hetta er eisini í tráð við tilmæli hjá búskaparráðnum, um at skapa møguleikar hjá eldri borgarum at flyta úr sínum bústaði og í eina meira eldravinarliga íbúð.
Hesar íbúðirnar koma allar at liggja upp at eldrasambýlinum, og tí verður eisini arbeitt við at útbyggja eitt tilboð til teir borgarar, ið koma at búgva her og hava tørv á heimarøkt frá Nánd.
Bústaðir vóru upprunaliga í verkætlanini men tóku seg úr. Varðin hevur arbeitt víðari við verkætlanini, og nú kundi kommunan gera sáttmála við Pf. Eyðabø.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 07. mai 2024
Sambært Hagstovuni setti fólkatalið eisini met í seks kommunum
1. apríl búðu 54.642 fólk í Føroyum - 420 fleiri í mun til fyri einum ári síðani, og svarar hetta til ein vøkstur á 0,8 prosent, sum er minni enn árið fyri, skrivar Hagstovan.
Fólkavøksturin í Føroyum heldur fram á tíggjunda ári, men seinastu tvey árini hevur hann verið lakari enn frammaundan.
Vøksturin seinasta árið kemur av einum burðaravlopi á 151 og eini nettoflyting á 269 fólk. Bæði burðaravlopið og nettoflytingin vóru minni enn í undanfarna tíðarskeiði, og tilsamans gav tað ein minni fólkavøkstur.
Setti met í seks kommunum
Fólkavøkstur hevur verið í Føroyum í tíggju ár, og í fleiri kommunum setur fólkatalið met mánaða eftir mánaða. Sambært Hagstovuni setti fólkatalið met í seks kommunum 1. apríl.
Í Tórshavnar kommunu, har meir enn helvtin av fólkavøkstrinum seinasta árið var, nærkast fólkatalið 23.300. Næststørsti vøkstur var í Klaksvíkar kommunu, har fólkatalið fyri fyrstu ferð er farið upp um 5.500. Triðstørsti vøkstur var í Runavíkar kommunu, har næstan 4.400 fólk búgva, og Vága kommuna hevði fyri fyrstu ferð fleiri enn 2.200 íbúgvar.
Í Nes kommunu nærkast fólkatalið 1.550, og við framhaldandi støðuga fólkavøkstrinum í Sjóvar kommunu er fólkatalið farið væl forbí 1.200.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 10. mai 2024
Í Føroyum hava vit fleiri skrásettar persónbilar fyri hvørji 1.000 fólk enn í Danmark, vísa tøl hjá Hagstovuni
Í Føroyum hava vit fleiri skrásettar persónbilar fyri hvørji 1.000 fólk enn í Danmark.
Sambært Hagstovuni vóru 521 persónbilar skrásettir fyri hvørji 1.000 fólk í Føroyum 1. januar. Í Danmark var talið 472.
Talið í Føroyum er tó nakað lægri enn miðaltalið fyri tey 27 ES-londini, har 563 bilar vórðu skrásettir fyri hvørji 1.000 fólk.
Í Íslandi í 2022 vórðu heili 741 bilar skrásettir bilar fyri hvørji 1.000 fólk, skrivar Hagstovan.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 04. mai 2024
Rentumunurin hjá bankunum er øktur munandi í 2023. Úrslitið hjá bankunum vaks nógv í 2023
Rentumunurin (ella rentumarginalurin, sum er munurin millum útlánsrentuna og innlánsrentuna) er øktur munandi síðani juli 2022, tá renturnar byrjaðu at hækka.
Fyri privatkundar er rentumunurin hækkaður við einum prosentstigi og fyri vinnukundar við tveimum prosentstigum. At rentumunurin økist gevur bankunum betri úrslit.
Talvan niðanfyri vísir úrslitið hjá føroysku peningastovnunum í krónum, umframt solvensin við árslok 2023. Eisini sæst eginpeningsavkastið, sum hjá Føroya Banki var 16,9 prosent í 2023 og 13,2 prosent hjá Betri Banka.
Myndin niðanfyri vísir gongdina í úrslitinum áðrenn skatt og úrslitið av grundrakstrinum.
Her sæst eisini týðiliga at 2023 hevur gingið væl betur enn árini frammanundan. Myndin vísir eisini, at niðurskrivingar á útlán eru nærum ongar, sum merkir, at kundarnir higartil hava megna rentu- og príshækkingarnar uttan at afturgjaldsevni teirra er versnað munandi.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 10. mai 2024
Innlánsyvirskotið í føroysku peningastovnunum er fallið nakað síðstu mánaðirnar og var 556 milliónir í februar 2024
Innlánsyvirskotið er innlán (uppsparing) hjá føroyskum peningastovnunum íroknað útlendskar deildir, frátrekt útlán hjá somu.
Samlaðu innlánini í føroysku bankunum íroknað útlendskar deildir vóru í februar 2024 21,2 milliardir krónur, meðan samlaðu útlánini vóru 20,7 milliardir krónur til føroyskar og útlendskar kundar.
Vøksturin í innlánum frá føroyskum kundum í føroysku bankarnar var 0 prosent í februar 2024 mátað sum eitt 3 mánaðar miðaltal.
Innlánsvøksturin var positivur hjá húsarhaldunum (4,4 prosent í februar 2024), men negativur hjá kommunum, privatum og almennum fyritøkum, sosialum grunnum og hjá øðrum fíggjarstovnum (td. pensjóns- og tryggingafeløgum).
Innlánsyvirskotið fall nógv í 2021 orsakað av søluni av donsku deildini hjá BankNordik.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 06. mai 2024
Ein stórur meiriluti á Løgtingið hevur tikið undir við uppskotinum hjá Ingilín D. Strøm, landsstýriskvinnu, um nýggja felags pantskipan
- Tað hevur í mong ár verið arbeitt við at gera eina felags pantskipan fyri alt landið, sum ger tað lættari fyri fólk at sleppa av við pantíløt og er smidlig fyri allar partar. At ein stórur partur av andstøðuni eisini tekur undir við málinum, fegnist eg um, sigur landsstýriskvinnan við umhvørvismálum, Ingilín D. Strøm.
Fyri vanlig fólk hevur tað verið ein avbjóðing at sleppa av við allar pantfløskur. Í dag hava vit einar 12 ymiskar skipanir, har tú sum viðskiftafólk skal lata pantaðar fløskur inn aftur í sama handli, sum tær vórðu keyptar – ella í einum handli, sum selur fløskur frá sama innflytara.
Sleppa av við øll íløt á einum stað
Hetta verður nú broytt. Frameftir verður ein felags pantskipan skipað fyri alt landið, fyri allar handlar og fyri íløt úr glasi, plasti og metalli. At byrja við verður talan um íløt við vørum sum øli, vatni og leskidrykkjum, men lógin letur upp fyri, at pant kann leggjast á onnur íløt, t.d. djús, saft, smoothie og øðrum.
Tað hevur við sær, at fólk fara sleppa av við øll íløt á einum stað. Somuleiðis verður tað lættari hjá handlunum og krambafólkum. Hóast summir handlar hava automatir, ið taka ímóti pantíløtum, so eru fleiri handlar, ið manuelt taka ímóti pantíløtum og skulu skilja tey í millum 15 og 18 bólkar. Frameftir verður skilt í tríggjar bólkar; glas, plast og metal.
Tað verður IRF, sum verður umsitari av pantskipanini. Pantumsitarin hevur ábyrgd av at heinta frá handlum, gjalda handlum pantið og at fáa íløtini til endurnýtslu og endurvinningar. Talan er um eina skipan, ið skal handfara umleið 15 milliónir íløt um árið.
Triðja viðgerð av málinum um nýggja pantskipan verður í komandi viku.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 07. mai 2024
Miðflokkurin heitir inniliga á foreldur at verða vakin og verja børnini móti "óføroyskari og ókristiligari ávirkan", sum flokkurin orðar seg
Ein áheitan frá Miðflokkinum til foreldur og lærarar, nú Norðurlandahúsið hevur kunngjørt skúlasýningina "Ein kengura sum tú". Sýningin er til børn millum níggju og ellivu ár.
- Enn einaferð uppliva vit, at Norðurlandahúsið letur seg brúka at fremja miðvísa útlendska ávirkan á børn okkara. Hesaferð, sum so mangan, verður tað gjørt við at bjóða børnum og lærarum í húsið fyri at verða heilavaskaði av útlendingum, sum gjøgnum sjónleik, hesuferð bygdan á djóralív, royna teirra kynstur, skrivar Miðflokkurin.
- Miðflokkurin heitir inniliga á foreldur at verða vakin í hesum máli, at kanna tað, og serliga í komandi viku at verja børn tykkara móti hesari óføroysku og ókristiligu ávirkan. Somu áheitan senda vit lærarum og leiðslu fólkaskúlans, og biðja hesi um at seta seg inn í hetta virksemi Norðurlandahúsins og byrgja fyri tí óhepnu ávirkan, sum hetta virksemi kann hava sær á barnasálina.
Talan er um skúlasýningina "Ein kengura sum tú". Í fjør var mikið kjak um júst hendan leikin.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 07. mai 2024
Ársins fyrsta grind taldi 40 hvalir
Grindin sum leygardagin varð hildin til í Klaksvík taldi 40 hvalir.
Tað vóru fólk á Trøllanesi, sum um hálvgun átta tíðina í morgun sóu grindina, og boðaðu frá.
Seðlarnir komu út seinnapartin, og tá tikið varð burtur av til sambýli og annað, vóru 185 skinn at deila í 147 drápspartar. Tað er gott 1,2 skinn hvør.
Hetta var ársins fyrsta grind.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 04. mai 2024
Væl eydnað tiltak í Tórsgøtu og Vágsbotni farna leygardag
Eitt einastandandi tiltak í frálíkum veðri og góðum hýri. Í túsundatals av fólki leitaðu sær oman í miðbýin í høvuðsstaðnum farna leygardag. Abbabørn, børn, foreldur og ommur og abbar. Bæði fyri at síggja og smakka og ikki minst at hitta vinir og kenningar.
Miðbýurin í Havn var enn einaferð karmur um hugnaliga og hugkveikjandi tiltakið, “Ein dagur á Grynnuni”, ið savnar føroyingar m.a. fyri at fagna góða og staðbundna sjómatin.
Á tiltakinum luttóku kokkar og matfólk úr øllum landinum, umframt gestakokkar úr grannalondum, og frá ovast í Tórsgøtu til niðast í Vágsbotni vóru serstakar matoyggjar, har gestirnir kundu smakka alskyns brellbitar úr sjónum.
Endamálið við afturvendandi tiltakinum er at seta sjóneykuna á virðismikla sjótilfeingið, og talan var um alskyns nýveidd fiskasløg eftir árstíðini.
Umframt leskiligu matupplivingarnar, var eisini hugfjálgur tónleikur á skránni.
Tiltakið byggir á sjálvboðið arbeiði og vælvild frá vinnuni, og allar matupplivingarnar á degnum vóru ókeypis.
Myndirnar hevur Jan Müller tikið. Fleiri myndir síggjast her
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 04. mai 2024
Hátíðardámur á bryggjuni í Vestmanna mánakvøldið
Hátíðardámur var tá nýggi Vesturbúgvin stevndi á Vestmanna mánakvøldið. Fitt av fólki var savnað, og skipað varð fyri móttøku.
Gamli Vesturbúgvin hevur fingið navnið Norðfinnur, og hevur ikki verið í vinnu síðan partrolarin Eysturbúgvin sakk í 2022.
Nýggja skipið hjá vestmenningum er bygt í 2011, er 43 metrar langt og 12 metrar breitt. Skipið hevur ein 2.000hk Yanmar motor, og er 906 bruttotons til støddar.
Sí fleiri myndir, sum Kiran Jóanesarson og Sverri Egholm tóku
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 06. mai 2024
Hóast søluprísurin so at siga er óbroyttur, og sølan er lítið hækkað í mun til fyrsta ársfjórðing í fjør, so nærum trífaldaðist tøkugjaldið, sigur Bakkafrost, sum hevur almannakunngjørt roknskapurin fyri fyrsta ársfjórðing
Hóast søluprísurin so at siga er óbroyttur, og sølan er lítið hækkað í mun til fyrsta ársfjórðing í fjør, so nærum trífaldaðist tøkugjaldið (295 prosent), sigur Bakkafrost, sum nú hevur almannakunngjørt roknskapin fyri fyrsta ársfjórðing.
Rakstrarúrslitið fyri alt Bakkafrost samtakið var 710 milliónir krónur, og úrslitið eftir skatt var 401 milliónir krónur. Tøkugjaldið var 112 milliónir krónur í fyrsta ársfjórðingi í ár, samanborið við 38 milliónir sama tíðarskeið í fjør og 153 milliónir krónur fyri alt 2023. Partafelagsskattur og tøkugjald tilsamans vóru 193 milliónir krónur í hesum ársfjórðinginum.
Tøkan í Føroyum var 14.294 tons og 7.263 tons í Skotlandi, í mun til ávikavist 11.005 tons og 8.093 tons sama tíðarskeið í fjør. Lívfrøðiliga gongdin var góð í Føroyum, við metlágum lúsatølum, og lívfrøðin batnaði eisini munandi í Skotlandi, har virksemið sum heild gav eitt rakstrarúrslit á 39 milliónir krónur, skrivar Bakkafrost.
– Hetta er fyrsti ársfjórðingur, har vit veruliga síggja, hvussu ógvusligt tøkugjaldið sveiggjar, tá ið NASDAQ prísurin á laksi broytist. Í heyst søgdu vit 140 fólkum úr starvi fyri at niðurlaga víðarivirkingina (VAP-framleiðsluna), tí nýggja tøkugjaldið hækkar váðan í liðugvøruframleiðsluni munandi. Hóast bert 9 prosent (fyrr 40 prosent) av tøkuni nú fer til víðarivirking, hevur liðugvøruframleiðslan í Føroyum í hesum ársfjórðinginum givið tap, sigur Regin Jacobsen, stjóri.
– Sum útlitini eru – eisini við nýggja uppskotinum til broyting av tøkugjaldinum – eru fortreytirnar fyri at víðka liðugvøruframleiðsluna aftur sera vánaligar. NASDAQ prísurin, ið er ein fiktivur prísur og lítið og einki hevur við okkara sáttmálaprísir at gera, hevur ongantíð sveiggjað so nógv sum seinastu árini.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 06. mai 2024
Skuda Sund varð handað skotsku eigarunum týsdagin
Týsdagin var enn ein máttmikil tvíkilja til alivinnuna, projekterað og smíðað av frá KJ, avhenað til eigara. Hesaferð var móttakarin Cooke Aquaculture Scotland. Hetta er tvíkilja nummar 65, ið KJ hevur smíðað.
Tvíkiljan fær navnið Skuda Sund, við heimstaði í Uyeasound í Hetlandi. Tvíkiljan er 18 metrar long og níggju metrar breið.
Útgjørd við tveimum Palfinger Marine kranum, einum 65 tonsmetur og einum 33 tonsmetur. Tvíkiljan hevur hágóðsku navigatiónsútgerð frá eitt nú Olex, Furuno, Simrad og Garmin, og er hon sera framkomin og er útgjørd at klára allar uppgávur, hon kemur at møta á síni leið.
Skuda Sund er harafturat útgjørd við tveimum FPT Cursor16 motorum, har hvør motorur hevur 750 hestakreftir. Tvíkiljan hevur eitt generatorsett, ið er 115kVA, sum er útgjørt við autostarti, so tað altíð er nóg mikið av megi á battaríunum. Tvíkiljan er rúmlig, trygg og skynsom hjá manningini at arbeiða umborð á, har eisini sera nógv er gjørt burturúr góðum ljóðviðurskiftum.
Fyri KJ liggur ein serstakur stoltleiki í framleiðslu av tvíkiljum. Tað eru 25 ár síðani, at KJ framleiddi eina tvíkilju á fyrsta sinni. Tað var tvíkiljan Sneis, sum í 1999 var smíðað og latin Pf. Sjólaksi í Kollafirði. Sostatt hevur KJ bygd 65 tvíkiljur uppá 25 ár.
- Vit eru sera stolt av, at áhaldandi vera størsti veitari av tvíkiljum í Føroyum. Vit eru takksom fyri tað álit, ið vit hava fingið, ár eftir ár, frá okkara kundum og samstarvsfeløgum. Vit eru altíð klár at veita fleiri tvíkiljur, útgerð og vørur annars, til alheims alivinnuna, sigur Viggo Johannesen, stjóri hjá KJ.
KJ varð stovnað í 1978, og er ein fyritøka, sum er rótfest í Føroyum, við deildum á Kambsdali og í Tórshavn, umframt eina innkeypsdeild í Danmark.
(Myndir: KJ)
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 08. mai 2024
Finnur Fríði hevur fingið navnið Tróndur í Gøtu, eftir at samtakið Varðin seldi undanfarna Trónd í Gøtu til Noregs
Finnur Fríði hevur fingið navnið Tróndur í Gøtu, eftir at samtakið Varðin seldi undanfarna Trónd í Gøtu til Noregs.
Tað var felagið Krossbrekka, sum er eitt dótturfelag hjá Varðanum, sum átti Finn Fríða.
Hetta felagið byggir í løtuni eitt nýtt uppsjóvarskip, sum skal hava navnið Finnur Fríði, og tað er í hesum sambandi at Varðin hevur broytt navnið á gamla Finni Fríða til Trónd í Gøtu, og skrásett skipið í felagnum Pf. Hvamm, sum samtakið eisini eigur.
Ætlanin var tó ongantíð at selja Trónd í Gøtu, men heldur at sleppa av við Finn Fríða, av tí at hetta skipið er bygt í 2003, meðan undanfarni Tróndur í Gøtu er bygdur í 2010, men Varðin fekk eitt somikið áhugavert boð uppá skipið, at tað valdi at taka av.
Undanfarni Tróndur í Gøtu heuur fingið navnið Gardar, og heimstað í Bergen.
Í løtuni verður arbeitt við at skifta lit, navn og búmerkir á skipinum, sum hóska seg til nýggju eigararnar.
Tróndur í Gøtu varð seldur av landinum fyri 200 milliónir krónur.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 08. mai 2024
Avlopið var 14,1 milliónir krónur
Úrslitið hjá Framtak eftir skatt fyri 2023 var avlop upp á 14,1 milliónir, sum svarar til eitt miðaleginpeningsavkast á 19,6 prosent. Nevndin metir hetta vera eitt gott úrslit, og væl omanfyri tey 10 prosent í eginpeningsavkasti, ið nevndin hevur sett sær fyri.
Framtak hevði við ársenda 2023 partapening í og/ella hevur veitt lán til samanlagt 19 føroyskar fyritøkur. Framtók gjørdi nýggjar íløgur í eitt felag í 2023 og tvey feløg, ið Framtak átti vóru fusionerað, meðan eitt felag var selt og eitt var avtikið í árinum.
Eginognin í Framtak var 79,2 milliónir krónur við ársenda 2023 og fíggjarstøðan javnvigaði við 117,5 milliónir.
Framtak leggur seg eftir at gera íløgur á hvørjum ári fyri í minsta lagi 10 milliónir. Hetta eydnaðist ikki í 2023, men útlitini fyri 2024 eru góð, og leiðslan væntar at gera íløgur fyri meira enn 10 milliónir í 2024.
Leiðslan væntar økt virksemi í 2024, og at 2024 eisini fer at geva gott avkast um einki óvæntað hendir í búskapinum.
- Vit eru væl nøgd við úrslit og avkast í 2023, og arbeiða støðugt við nýggjum íløgumøguleikum, so at Framtak kann vaksa og ganga inn í framtíðina sum ein hollur og styrktur viðspælari hjá føroysku vinnuni, sigur Ben Arabo, stjóri í Framtaki.
Framtak er ein sjálvstøðugur vinnurekandi grunnur, sum ger íløgur í bæði nýggjar fyritøkur og eldri fyritøkur, sum ganga nýggjar leiðir, víðka um ella umskipa virksemið. Eisini ger Framtak íløgur í einstakar verkætlanir. Talan skal verða um nýggjan kapital.
Í nevndini sita Christian Danielsen, formaður, Rúnar Reistrup, næstformaður, Kristine Ellingsgaard, Guðrið Højgaard og Marita Rasmussen.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 07. mai 2024
Gróðurin av plantuæti á landgrunninum kom tíðliga í ár. Tað gevur vónir um góð føðiviðurskifti til fiskalarvurnar
Hvørja viku fær Havstovan sjógv frá lívfiskastøðini í Skopun, sum m.a. verður kannaður fyri nøgdir av plantuæti. Sjógvurin er pumpaður úr Skopunarfirði og umboðar rættiliga væl tær innaru landgrunsleiðirnar. Nøgdirnar av plantuæti í Skopunarfirði síggjast her.
Plantuæti er føði hjá djóraæti, sum aftur er føði hjá fiskalarvum. So skjótt sum djóraætið fær føði, byrjar tað at nørast og tað er fyritreyt fyri, at tær smáu fiskalarvurnar frá fyrr í vár kunnu fáa ta føði, sum teimum tørvar, fyri at yvirliva. Tí hevur várgróðurin stóran týdning fyri yvirlivilsi hjá fiskalarvum í teirra fyrstu truplu tíð.
Tað, at gróðurin er komin rættiliga tíðliga ár, gevur sostatt vónir fyri fiskalarvurnar.
Í komandi viku fer rannsóknarskipið Jákup Sverri at gera neyvari kanningar av plantu- og djóraæti á Landgrunninum, skrivar Havstovan.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 06. mai 2024
Helena F. Jørmundsson tekur við eftir Fíu Petersen
Leygardagin hevði Javni aðalfund í bygdarhúsinum á Strondum. Fía Petersen, sitandi forkvinna, bar fram røðu og greiddi frá um virksemi felagsins. Marjun Lützen, dagligur leiðari, legði roknskapin fram til góðkenningar.
Fundurin viðgjørdi eisini komandi mál og forðingar hjá limunum. Eitt nú viðgjørdi fundurin bústaðartrupulleikarnar, sum síggjast aftur í vantandi minking av bíðilista til bústaðir. Tí hóast ein ávís gongd er í byggingini av bústøðum, verða aðrir niðurlagdir í somu atløgu.
Nýggj forkvinna
Fía Petersen gjørdi av ikki at bjóða seg fram aftur sum forkvinna. Fía tók stór tøk fyri felagsskapin, og Javni takkar hana fyri fyrimyndarligan stríðsvilja øll sjey árini sum forkvinna og á skrivstovuni í tvey ár undan.
Aðalfundurin valdi Helenu F. Jørmundsson sum nýggja forkvinnu. Helena er 33 ára gomul, uppvaksin í Fuglafirði og arbeiðir við KT-menning. Eisini er hon mamma at barni við Down syndromi.
Til stuttleika kann nevnast, at nýggja forkvinnan er navni fyrstu forkvinnu felagsins. Hon æt Helena Samuelsen, og varð vald til forkvinnu fyri 53 árum síðani.
Elisabeth Maria Rasmussen og Fía Petersen stóðu fyri vali sum starvsnevndarlimir, og vórðu tær valdar. Nevndin fer at skipa seg í næstum og gleða seg at fara til verka.
Í starvsnevndini hjá Javna sita: Helena F. Jørmundsson, forkvinna, Annika Marr Poulsen, Elisabeth Maria Rasmussen, Fía Petersen og Ragnhild Olsen. Kristrún Kjærbo er tiltakslimur.
Spyr Meg-nevndin hevði eisini forfólkaval, og her bleiv Herdis Jónsdóttir Johannesen afturvald sum forkvinna.
Í nevndini hjá Spyr Meg sita Herdis Johnsdóttir Johannesen, forkvinna, Meiken S. Olsen, Erla Gunnhild Marr Erlandsdóttir og Lennart Magnussen.
Eftir aðalfundin var árliga Javnaveitslan hildin.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 06. mai 2024
Lions Club Tórshavn, sum fevnir um alla Streymoynna, heiðrar Øssur Christiansen í Vestmanna sum ‟Ársins borgari 2024”, tí hann í yvir 25 ár hevur syrgt fyri, at ung í Vestmanna, Kvívík og Kollafirði trygt kunnu ferðast til og frá náttarlívinum í Havn
Ikki er ókent, at ungfólk úr Norðstreymoy fara til Havnar um vikuskiftini at hugna sær, og tað hava tey gjørt í mong ár. Fyrr varð ofta farið avstað í privatbilum, sum gjarna vóru ovurfyltir, so tað var ikki vandaleyst.
So hendi ein vanlukka í 90-unum oman fyri Kvívík, har onkur fekk mein fyri lívið, og tað skakaði sjálvsagt fólk. Men ein av teimum, ið eisini vildi gera nakað við tingini, var Øssur Christiansen í Vestmanna, sum er barnvaksin í Kvívík.
Ein góð skipan
Hann tók tá stig til sokallaða Náttarbussin, ið var ein meira skipað koyring við ungfólki, so hann fór úr Vestmanna um Kvívík og Kollafjørð til Havnar, so tey ungu kundu sleppa ‟í býin”. Ásetta tíð var hann so aftur eftir teimum og syrgdi fyri, at tey trygt kundu koma heimaftur til hús.
Skipanin við Náttarbussinum hevur riggað til dagin í dag, og hetta er bæði ein skipan, teimum ungu dámar væl, og sum ikki minst foreldur og avvarðandi kenna seg trygg við og eru glað fyri.
Undanfarna hóskvøld, tá ið Lions Club Tórshavn hevði limafund, varð Øssur Christiansen heiðraður sum ‟Ársins borgari 2024” fyri hetta arbeiði sítt við Náttarbussinum. Har fekk hann eitt heiðursskjal og eina lítla peningagávu.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 05. mai 2024
Ritgerðin snýr seg um haturstalu og um lóggávu í tí sambandi
Mánadagin vardi Sigri M. Gaïni ph.d.-ritgerð sína, sum snýr seg um haturstalu og lóggávu í tí sambandi.
Ritgerðin eitur "Freedom of Speech, Hate Speech and Democratic Formation – On the double function of hate speech legislation and its relation to freedom of political speech"
Ph.d.-verkætlanin hjá Sigri M. Gaïni er politisk-filosofisk, og hon hevur verið innskrivað á Roskilde Universitet og Fróðskaparsetri Føroya. Granskingarráðið hevur stuðlað ph.d.-verkætlanini.
Vegleiðarar hjá Sigri vóru Sune Lægaard, lektari í politiskari filosofi á Roskilde Universitet, og Hans Andrias Sølvará, professari í søgu á Fróðskaparsetri Føroya.
Í metingarnevndini sótu Esther Oluffa Pedersen, lektari í filosofi á Roskilde Universitet og forkvinna í nevndini, Christian F. Rostbøll, professari í stjórnmálafrøði á Københavns Universitet, og Jonas Jakobsen, lektari í filosofi universitetinum i Tromsø.
Tað var Erika Anne Hayfield, dekanur á Søgu- og samfelagsdeildini, sum leiddi verjuna í Kongshøll, og metingarnevndin var samd um at Sigri M. Gaïni skal hava ph.d.-heiti.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 07. mai 2024
Altjóða ráðstevna hjá Jarðfeingi og verkætlanin Vatn aftur í Tjørnina í Gundadali hava fingið umhvørvisstuðul frá Tórshavnar kommunu. Grøna Virðislønin varð latin Havnar Kajakkfelag, og Grøna gávan frá Etika varð latin Føroya Náttúru og Umhvørvisfelag
Hvørt ár letur Tórshavnar kommuna 250.000 krónur í umhvørvisstuðli til verkætlanir, ið taka støði í umsorgan fyri náttúru og umhvørvi.
Hvørt ár verður eisini serligur dentur lagdur á eitt ávíst evni – sum eisini er høvuðsevnið í umhvørvisvikuni. Evnið í ár, er “vatn”.
Nógvar spennandi verkætlanir komu inn, og Tórshavnar kommuna hevur avgjørt at lata tveimum verkætlanum stuðul.
Altjóða Vatnráðstevnan hjá Jarðfeingi fekk 20.000 krónur. Hetta er ráðstevna, sum Jarðfeingi skipar fyri saman saman við felagsskapinum IWRA, International Water Resources Association. Ráðstevnan verður 4. til 6. septembur í ár.
Eitt av høvuðsendamálunum við hesi ráðstevnu er, at gera føroyingar meira tilvitaðar um vatn og ta ofta kostnaðarmiklu og orkukrevjandi viðgerð, ið vatn krevur frá keldu til vask.
Hin verkætlanin, sum fekk umhvørvisstuðul eitur 'Vatn aftur í tjørnina í Gundadali'. Tað eru Árni Helmsdal og Høgni Jensen, ið skipa fyri. Latnar verða 230.000 krónur. Verkætlanin snýr seg um at fáa endurskapt tjørnina í Gundadali - sum liggur ovast á Tinghúsvegnum.
Grøna virðislønin í ár verður latin Havnar Kajakkfelag fyri tey mongu (ára)tøkini tey hava tikið fyri náttúruna frammi við sjóvarmálan. Havnar Kajakkfelag ruddar hvør ár fjøru og sjógv.
Føroya Náttúru og Umhvørvisfelag (FNU) fekk í ár Grønu gávuna hjá Etika. Gávan verður latin fyri tað ótroyttiliga sjálvbodna arbeiðið, tey hava gjørt fyri føroysku náttúruna í yvir 40 ár. Avrikslistin hjá felagnum er langur, og er eitt prógv um, at tað loysir seg at siga frá, skrivar Tórshavnar kommuna.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 08. mai 2024
Allur peningurin fer í ár til fyribyrgingararbeiði millum børn og ung í Føroyum, millum annað verkætlanunum ‘Títt Rúm’ og ‘Liv Lívið’
Í dag, 11. mai, hevur Blái Krossur Føroya sína árligu landsinnsavnan.
Allur peningurin fer í ár til fyribyrgingararbeiði millum børn og ung í Føroyum, millum annað verkætlanunum ‘Títt Rúm’ og ‘Liv Lívið’.
Bússur verða bornar inn í øll hús kring landið, umframt at møguleiki er at lata gávu á heimasíðuni blakross.fo ella við at ringja á tlf. 905610 fyri at lata 150 krónur.
– Vit síggja ein stóran tørv á at hjálpa familjum, ið hava trupulleikar av rúsdrekka og rúsevnum, og at arbeiða fyribyrgjandi, so at fólk ikki koma út í trupulleikar av rúsi, sigur Edva Jacobsen, aðalskrivari í Bláa Krossi Føroya. Hesar báðar verkætlanirnar hava gjørt ein sera stóran mun fyri nógv børn, ung og familjur.
Títt Rúm
Títt Rúm er eitt ókeypis lágáttartilboð til øll í aldrinum 0 – 35 ár, sum hava foreldur við rústrupulleikum, og familjur teirra. Títt Rúm bjóðar bólka- og einstaklingasamrøður, umframt foreldra- og familjusamrøður.
Títt Rúm er í gongd við at styrkja arbeiði í Suðuroy enn meira, so øll hava enn betur møguleika at fáa hjálp, óannsað hvar í landinum man býr.
Hetta er nakað av tí, vit hoyra frá teimum, sum hava verið í bólki:
Genta 14 ár: ”Tað var ræðuligt allatíðina at goyma, at babba drakk.”
Drongur 10 ár: “Eg fann útav, at tað eri ikki bara eg.”
Genta 19 ár: “At møta øðrum, sum eru í líknandi støðu, hevur gjørt, at eg ikki kenni meg so einsamalla meira, og eg skilji nú, at tað ikki er mín skyld, at mamma drekkur.”
Liv Lívið
Verkætlanin Liv Lívið arbeiðir við at fyribyrgja, at ung fáa trupulleikar av rúsevnum og rúsdrekka. Hetta gera vit við at broyta hugburðin hjá vaksnum og ungum um, at ung rúsa seg.
Nógv kenna eitt trýst til at rúsa seg, men vit ynskja at taka hetta trýstið burtur og at tað skal vera okay at siga nei, um ein ikki hevur hug. Eisini ynskja vit at fyribyrgja, at ung koma út fyri keðiligum hendingum orsakað av rúsi, og at ung gerast bundin at rúsevnum ella rúsdrekka.
Árliga landsinnsavnanin er ein týdningarmikil liður í at fíggja fyribyrgingar-arbeiðinum hjá Bláa Krossi Føroya, og vit eru sera takksom fyri allan stuðul, sum vit kunnu fáa til arbeiðið, sigur Blái Krossur Føroya.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 08. mai 2024
Konsertin, sum verður í Løkshøll leygarkvøldið 19. oktober, er byrjanin uppá eina longri konsertferð í Evropa
Brimheim er ein av mest eyðsýndu stjørnum á alternativa pop- og rock pallinum bæði her heima og altjóða. Síðani hennara debut útgávu "Can't hate myself into a different shape" (2022) hevur føroysk-danska Helena Rebensdorff veruliga staðfest sín leiklut sum máttmikil og óbrýndur diamantur, ólík nøkrum øðrum.
Hon skumpar til mørkini og er torfør at seta í bás, tá ið hon við sínari eyðkendu rødd, orðum og tónum granskar og vitjar døpru, intimu og eirindarleysu sinniskrókarnar. Tónlistarliga úttrykkið og framleiðslan skifta millum tað sárbæra, nívandi og tað ráa, stórfingna og tekstirnir bjóða eisini av og fara í dýpdina.
Brimheim hevur fingið sera góða móttøku frá ummælarum, bæði heimligum og altjóða. Seinastu tvey árini hevur hon vunnið fleiri Faroese Music Awards virðislønir fyri m.a. ársins útgávu, bólk, sang, sangara og samleika. Hon hevur eisini verið tilnevnd "Årets Talent" í 2022 og "Årets Håb" í 2021 og hevur framført á stórum altjóða festivalum so sum The Great Escape, Eurosonic, Reeperbahn Festival, Roskilde, Iceland Airwaves, KEXP og skal eisini spæla til OL í París ár.
Hennara nýggja útgáva, RATKING, kom út 22. mars í ár og konsertin í Løkshøll er byrjanin uppá eina longri konsertferð í Evropa. Tónleikatíðarritið GAFFA gav útgávuni 5 út av 6 stjørnum og ummælarin skrivaði: "Oplevelsesrigt, frækt og nuanceret. Jeg er vild med det!"
Leygarkvøldið 19. oktober kl. 20 stendur Brimheim saman við sínum bólki á pallinum í Løkshøll og fer heilt víst at geva áhoyrarunum eina máttmikla og heilt serstaka konsert.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 08. mai 2024
20 ár síðan slóðbrótandi fyrsta útgávan hjá Teiti Lassen á Universal plátufelagnum kom út
Fyri tjúgu árum síðani avrikaði ein ungur havnarmaður nakað, sum í føroyskum tónleikaligum høpi svarar til at lenda á mánanum. Tað var tá ið Teitur fekk plátusáttmála við stóra amerikanska plátufelagið Universal.
Plátan, sum spurdist burtur úr hesum, var ‘Poetry & Aeroplanes’. Eitt valaverk, sum enn í dag stendur sum ein sannur varði í sangara/lagsmíð rúgvuni.
Og á G! 2024 sleppa vit at uppliva øll løgini á plátuni úr einum enda í annan.
Teitur kemur við bólki sínum, og her verður ikki spart uppá nakað; strúkarar verða eisini við.
Tað er nú greitt, at Of Monsters and Men (IS), Highasakite (NO), Eivør (FO), Teitur (FO), Swangah (FO),The Longest Johns (UK), Alice Boman (SE), Aggrasoppar (FO), Hamferð (FO), Alias Morera (FO/DK), Specktors (DK), Dania O. Tausen(FO), Einangran (FO), Knút (FO), Elinborg (FO), Konsørn (FO), Aiming for Enrike (NO), Ash Olsen (NO) Jógvan (FO) Agat (IL) Nelly Moar (NO) Sound of the Damned (GL) Das Body (NO) Plúmm (FO) og GRÓA (IS) spæla á G! 2024.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 07. mai 2024
Orkestrið vitjar heimstaðin hjá Bakar Hansen, ið orkestrið er uppkallað eftir. Í ár eru 100 ár síðan bakarin og tónleikarin Georg Kaspar Hansen doyði
Harmoniorkestrið GHM er farið á konsertferð til Bornholm hetta vikuskiftið. Dirigentur er Maria Wang Reinert.
Í ár eru 100 ár liðin, síðan Georg Kaspar Hansen doyði. Tað halda tey, sum nú spæla í GHM, vera eitt gott høvi at heiðra og minnast Bakar Hansen og alt, hann hevur gjørt fyri føroyskt tónleikalív.
Kr. himmalsferðardag høvdu tey konsert úti á Christiansø, og í gjár í Svaneke Havn.
Í kvøld, leygarkvøldið kl. 20 er konsert í Nexø kirkju kl. 20 og sunnudagin kl. 15 verða tey at hoyra í Musikhuzet Bornholm í Rønne, har Rønne byorkester eisini framførir.
Harmoniorkestrið GHM – Georg Hansens Minde – var stovnað í 1922 fyri at heiðra tann tá 78 ára gamla Georg Kaspar Hansen, vanliga kallaður Bakar Hansen. Hesir fyrstu GHM’ararnir høvdu lært at spæla horn og træblásaraljóðføri hjá Bakar Hansen úti á Reyni og vildu minnast hann við at stovna eitt harmoniorkestur. Tá var Bakar Hansen vorðin veikur, og í 1924 andaðist hann.
Bakar Hansen vaks upp í Nexø á Bornholm. Pápi hansara sigldi í fleiri ár við handilsskipum millum Danmark og Føroya, og gjørdist meinkunnugur í Føroyum. Á einum av ferðum hansara kom sonurin, Georg Hansen, við til Føroya sum kokkadrongur og fekk tá tilboð frá handilsmanninum Restorff um at læra til bakara í Danmark. Tá hann var liðugur at læra, kom Georg Hansen í 1866 aftur til Føroya og búsettist úti á Reyni.
Hann bakaði tey bestu breyðini í Havn, men skjótt gjørdist hann eisini undangongumaður innan tónleikin. Tað er ikki ov nógv sagt, at slóðin úr blómandi tónleikalívinum í Føroyum í dag gongur aftur til Bakar Hansen.
Tann í Føroyum høgt virdi tónleikameistarin gjørdist ongantíð kendur á Bornholm, men í fleiri førum hava GHM’arar ætlað at gjørt eina ferð hagar – bæði fyri at fortelja bornholmarum um bakaran og tónleikaran og fyri at síggja umhvørvið, har Georg Hansen vaks upp og lærdi at spæla tónleik.
Hesi hundrað árini, GHM hevur virkað, hevur orkestrið fostrað hundraðtals horn- og træblásarar í einum einastandandi sosialum umhvørvi, ið hevur givið teimum evni og hug til at gleða onnur við tónleikinum. GHM fer nú sína fyrstu ferð aftur til røturnar, og tey gleða seg at fortelja bornholmarum um Bakar Hansen og vóna soleiðis, at føroyingar á Bornholm verða millum áhoyrararnar.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 07. mai 2024
Inn komu 15 umsóknir, og flestu teirra vóru á sera høgum listaligum stigi, sigur nevndin í Mentanargrunni Landsins
Rakel Helmsdal, Jóhan Martin Christiansen og Búi Egason Dam listafólkaløn í trý ár.
Tað hevur nevndin í Mentanargrunni Landsins tikið avgerð um.
Inn komu 15 umsóknir, og flestu teirra vóru á sera høgum listaligum stigi.
– Torført hevur verið at taka dagar í millum dygdargóðu umsóknirnar. Samstundis fegnast vit um fjølbroytnið og gróðurin, sum er á teimum ymsu yrkislistaøkjunum, sigur nevndin í tíðindaskrivi.
Endamálið við listafólkalønunum er at bøta um umstøðurnar hjá yrkislistafólkum, og lønirnar verða veittar umsøkjarum við støði í verkevni ella verkætlan, sum eftir nevndarinnar meting hava listalig og faklig dygdareyðkenni. Listafólkið skal í einum trýára skeiði arbeiða burturav við síni list. Listafólkalønin svarar til læraraløn á fólkaskúlans lønarstigi 21, stig 1.
Bókmentalig faknevnd segði um Rakel Helmsdal:
Rakel Helmsdal hevur eitt langt lív sum yrkislistafólk aftan fyri seg og eina røð av útgávum, tilnevningum og heiðurslønum. Hon lýsir í sínari umsókn greiðar og realistiskar ætlanir, sum bæði eru framhald av ymiskum, hon hevur givið út, og áhugaverdar ætlanir, ið víðka hennara breiða mentanarliga virksemi. Tað er eingin ivi um við atliti at tí, sum hon longu hevur avrikað, at nógv og dygdargott tilfar fer at spyrjast burtur úr hennara arbeiði, og at tað verður til gangs fyri ung sum eldri.
Í nevndini sótu Sámal Soll og Paula Gaard.
Myndlistalig faknevnd segði um Jóhan Martin Christiansen:
Jóhan Martin Christiansen hevur markerað seg á føroyska listapallinum við hugtakandi og avbjóðandi samtíðarlist, sum fevnir um gips, readymades, installatiónir, grafikk og videolist. Hann arbeiðir við estetikki og formi, og verkini rúma søgur og spor eftir fólki og støðum. Jóhan Martin Christiansen er í støðugari menning og hevur ein djúptøknan kunnleika til tilfarið, sum hann arbeiðir við. Hann vísir til eldri listasøgu, samstundis sum hann hevur sína egnu dagsskrá.
Verkætlarnirnar, sum Jóhan Martin Christiansen ætlar at arbeiða við, eru gjøgnumhugsaðar og á høgum stigi. Jóhan Martin Christiansen hevur gjørt vart við seg uttanlands og sýnir regluliga fram á føroyska og danska listapallinum. Trý ára listafólkalønhevði givið honum møguleika at halda áfram við støðugu menningini.
Í nevndini sótu Randi Samsonsen og Sólveig Hanusardóttir.
Faknevndin fyri leiklist, video og film segði um Búa Egason Dam:
Búi Dam er eitt djarvt multitalent við eyga fyri pallsterkum søgum, ið aftur og aftur vísa føroyingin á ranguni. Søgur, sum við leiklistarligum snildni ofta megna at lýsa, hvussu tað umhvørvið, vit virka í, fer við okkum menniskju bæði so og so. Her fáa serlingarnir - hesi sárbæru, útsettu, forsømdu og órættvíst viðfarnu, umsíður sína rødd.
Búi ferðast óræddur og við hegni tvørtur um fleiri listagreinar. Tað høga listarliga støðið skínur ígjøgnum á øllum leiklistarligum parametrum og eigur sín lut í, at hann so fyrimyndarliga røkkur út um landoddarnar.
Og tá hugt verður at teimum avrikunum á altjóða støði (Lykkenborg, Lear Kongur, Látur Medusu, v.m), og teimum, ið standa fyri framman (Eitt nú: Hvørvisjónleikur og Seinasti trælurin), er eingin ivi um, at Búi Dam eigur at fáa eina trý ára listafólkaløn. Hetta er ein solid íløga í okkara films- og leiklistaumhvørvi. Og ikki minst okkara samfelag.
Í nevndini sótu Bárður Persson, Jonna Fritsdóttir Mortensen og Turið Johannesen.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 08. mai 2024
Í dag verður konsert við níggju ymiskum lokalum kórum í Mentanarhúsinum í Fuglafirði
Í dag klokkan 16 verður konsert verður í Mentanarhúsinum í Fuglafirði, har til ber at hoyra eina fjølbroytta skrá við níggju ymiskum kórum úr økinum Fuglafjørður, Gøtu og Leirvík.
Økið hevur eina ríka kórtraditiónin, og týðiligt er, at kórsangur liggur djúpt í hjartanum hjá fólkunum, ið her býr. Tilsamans 15 kór teljast og av hesum verða níggju til konsertina - bæði barnakór, gospelkór, manskór, sangbólkar og blandað kór, skrivar Fuglafjarðar Sangkór í tíðindaskrivi.
Skipað verður eisini fyri felagskóri, sum Benjamin Gåsedal stendur fyri.
Tiltakið, ið verður kallað Kórfagnaður, er sostatt ein møguleiki hjá øllum kórunum at hittast, at skapa sambond og at gleðast yvir kórsang. Atgongumerki kunnu keypast við dyrnar, og til ber eisini at keypa okkurt leskiligt á staðnum.
Tey luttakandi kórini eru Siloakórið, Barnakórið í Siloa, Gentukórið í Fuglafjarðar Skúla, Manskórið í Thabor, Barnakórið í Thabor, Gospelkór hjá Jórun, Vega, Eystanljóð, og Fuglafjarðar Sangkór.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 10. mai 2024
Í 54 dagar hevur tað goyst í Íslandi, men nú er liðugt. Fyribils í øllum førum
Fyribils er liðugt at goysa á Sundhknúki á Reykjanesi í Íslandi. Hetta er nærhendis Grindavík.
Tað upplýsti íslendska veðurstovan hósdagin.
Eldgosið byrjaði mikudagin at minja og hósnáttina sást eingin grótbræðing renna frá. Tað eru næstan 54 dagar síðani, at tað fór at goysa á hesum staði.
Íslendska veðurstovan sigur, at okkurt bendir á, at tað aftur fer at goysa í økinum.
Groyti savnast í lumma undir Svartsengi. Útrokningar vísa, at umleið 13 milliónir fermetrar av groyti eru savnaðar í lummanum síðani eldgosið byrjaði 16. mars. Tískil er møguleiki fyri, at tað aftur fer at streyma groyti frá lummanum undir Svartsengi til gosopini á Sundhknúki.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 09. mai 2024
Landsynningsasia hevur verið rakt av fleiri hitabylgjum seinastu tíðina, og nýggj hitamet eru sett í fleiri londum
Í asiatiska landinum Vjetnam vórðu fleiri enn 100 hitamet sett í apríl, upplýsir veðurstovan í landinum.
Vjetnam hevur seinastu vikurnar verið rakt av einari hitabylgju, sum eisini hevur elvt til hitamet í Tailandi og Bangladessj.
Í vikuni vórðu 44 hitastig skrásett í tveimum býum. Tað hægsta, sum nakrantíð er mált í øllum landinum er 44,2. Tað var í mai í fjør.
Ógvusligur hiti og vantandi regn hevur kravt fleiri mannalív og stongt fleiri skúlar í Filipsoyggjunum og India. Í suðurvjetnamesiska landslutinum Dong Nai eru hundraðtúsundatals fiskar deyðir í Song May-vatngoymsluni, har vatnið næstan ikki sæst fyri deyðum fiski.
Í apríl varð Vjetnam rakt av trimum ógvusligum hitabylgjum, og veðurfrøðingar vænta meira hita í mai, har tað væntast at blíva millum 1,5 og 2,5 stig heitari enn undanfarin ár.
Apríl og mai er vanliga heitasta tíðin á árinum í Landsynningsasia, og sambært veðurfrøðingum er tað El Niño, sum er orsøkin til, at tað gjørdist serliga heitt í ár, skrivar Ritzau.
Nýggj hitamet eru sett í Bangladessj og Myanmar, og síðan nýggjár hava hitabylgjur kravt í minsta lagi 30 mannalív í Tailandi. Í indiska býnum Kolkata skrásettu tey í apríl heitasta dagin síðan 1954, tá hitin kom upp á 43 stig.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 05. mai 2024
Dysturin móti Norðurmakedonia endaði 34-27 – spurningurin er um sjey máls leiðla er nóg mikið í Skopje sunnukvøldið
Føroyar vunnu ein flottan sjey máls sigur í Ítróttahøllini á Hálsi mikukvøldið.
34-27 gjørdist úrslitið í fyrra play off-dystinum millum Føroyar og Norðurmakedonia.
Men vit kunnu ikki annað enn at iðra okkum um, at sigurin ikki gjørdist størri. Tí føroyska liðið hevði møguleikar til at skora nógv fleiri mál, enn teir gjørdu. Har vóru heldur nógvir mistir bóltar.
Tó mugu vit siga, at tað var eitt mannfólkaavrik, sum unga føroyska liðið vísti í kvøld.
Tí teir møttu einum stríðsfúsum liði, sum ikki himpraðist við, ja, at taka til harðskap fyri at verja seg móti føroysku álopunum.
Í verjuni vísti føroyska liðið klassa. Teis var ein brandur í verjuni saman vil serliga Pæturi Mikkjalsson, Vilhelm Poulsen og Tróndi Mikkelsen og Petur Krogh í fyrsta hálvleiki, og Helgi Hoydal eina løtu í seinna.
Og í álopinum var tað Elias Ellefssen á Skipagøtu, sum var tann glampandi stjørnan. Vit skulu vera takksom fyri, at tað eydnaðist honum at gerast klárur til henda týdningarmikla dystin.
(Myndir: Sverri Egholm)
Elias spardi seg ikki. Gjørdist føroyskur toppskjútti og var, sum vant, heilin aftan fyri føroyska álopsspælið við hópin av fríspælingum til sínar viðspælarar.
Men eisini aðrir føroyskir leikarar vísstu klássa í álopsspæli. Óli Mittún – sjálvandi – og eisini nýkosni bundesligaspælarin Vilhelm Poulsen á høgra bakki. Vengurnir blómaðu eisini til tíðir – í kvøld var tað Leivur eitt vet meira enn Hákun. Teir fingu báðir fimm mál, men Leivur fekk fleir av veinginum, enn Hákun fekk.
Spurningurin nú er, um sjey mál er nóg stór leiðsla at hava við til Skopje í Norðurmakedonia.
Heimavøllurin í norðurmakedonska høvuðsstaðnum er ein tiltikin skansi hjá makedonska landsliðnum. Og við eini heilari høll av heimaáskoðarum í rygginum er vandi fyri at makedonska mótstøðan sunnudagin verður uppaftur ógvusligari, uppaftur harðari og uppaftur kontantari enn í kvøld.
Sum onkur plagdi at siga. Onki er avgjørt enn
Playoff-dystur til HM endaspælið
Mikukvøldið 8. mai í høllini á Hálsi
Føroyar – Norðurmakedonia 34-27 (18-14)
Føroysku málskjúttarnir:
Elias Ellefsen á Skipagøtu 10 mál
Óli Mittún 6 mál
Hákun West av Teigum 6 mál
Vilhelm Poulsen 5 mál
Leivur Mortensen 5 mál
Kjartan Johansen 1 mál
Teis Horn Rasmussen 1 mál
Seinni play off-dysturin verður spældur í A1 Arena SC Boris Trajkovski í norðurmakedonska høvuðsstaðnum, Skopje, í annaðkvøld, sunnukvøldið kl. 18.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 08. mai 2024
Føroyingar gjørdu bart á Hálsi mikukvøldið - á og uttanfyri vøllin - tað kann tó gerast ein heilt onnur søga í seinna dystinum í Skopje sunnudagin
- Sjey mál er nógv, men tað er eisini einki.
Soleiðis segði landsliðsvenjarin Peter Bredsdorff-Larsen við Portalin eftir dystin móti Norðurmakedonia. Føroyar vunnu 34-27 á einum landi, sum hevur verið umboðað í øllum HM- og EM-endaspølum síðani 2012. Tó fóru føroysku umboðini ikki upp at flákra.
Tí hetta var nemliga bert 1. hálvleikur. Aftan á dystin var veitsla fyri fjepparum, sum sanniliga gjørdu sítt í høllini, men føroysku spælararnir skuldu so ikki til nakra "afterparty". Hetta staðfesti sterki strikuspælarin Pætur Mikkjalsson.
Tað snýr seg um skjótt at fáa eyguni á dystin í Norðurmakedonia. Tað verður ein øðrvísi avbjóðing í Skopje - serliga sinnisliga. Eini 6.000 áskoðarar fara at leggja trýst á føroyska liðið og dómarar. Úrslitini vísa, at Føroyar ikki standa seg eins væl á útivølli, og at Norðurmakedonia er nakað sterkari á heimavølli. Tá tað eru heima-og útidystir, kann tað venda skjótt í hondbólti.
Hetta vísti seg millum annað í Champions League-fjórðingsfinalunum herfyri. THW Kiel tapti við níggju málum í Fraklandi, men í Wunerino leikhøllini fekk Montepellier lítið at rigga, og Kiel vann 31-21.
Harvið vann liðið hjá Eliasi Ellefsen á Skipagøtu seg í Final Four. Føroyski spælskiparin var darvaður av knænum. Mikukvøldið spældi hann tó í álopinum so at siga allan dystin og eisini fitt í verjuni. Elias helt fyri, at knæið var okay, tó at tað ikki kendist so væl seinastu løtuna.
Hann verður tó helst til reiðar at spæla størsta partin av dystinum í Skopje, har Føroyar skulu royna at halda leiðsluna.
Føroyska liðið hevði eina venjing á Skála hósdagin. Seinnapartin fríggjadagin varð kósin sett ímóti Skopje. Seinni dysturin verður sunnudagin klokkan 18 føroyska tíð. Samanlagdi vinnarin fer víðari til HM-endaspælið í januar.
Portalurin verður við í Norðurmakedonia
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 09. mai 2024
Kiril Lazarov er ein av størstu ítróttarstjørnunum í Norðurmakedonia. Gamli stórspælarin hevur stóra virðing fyri Føroyum og hinum venjaranum
236 landsdystir og eitt púra ørt tal av málum: 1.728. Hetta er triðhægst í landsliðshøpi yvirhøvur, og hægsta miðaltal fyri ein av teimum, sum hevur skorað yvir 1.000 mál.
Mikukvøldið stóð hann á hallargólvinum á Hálsi. Tíbetur fyri Føroyar ikki sum spælari - í tjúgunum ella tíðliga í tretivuárunum - men sum venjari.
Kiril Lazarov er ein av allarstørstu ítróttastjørnunum í søguni hjá Norðurmakedonia, har hondbóltur fyllir nógv, og eitt høgt virt navn í hondbóltsheiminum. Hann virðir sanniliga eisini Føroyar.
- Tey seinastu 2-3 árini hava Føroyar veruliga víst, hvat teir duga. Ikki minst til EM-endaspælið við javnleikinum móti Noregi, og har Føroyar spældu upp ímóti stórum hondbóltstjóðum sum Slovenia og Póllandi
43-ára gamli fryntligi norðurmakedonin hevði gjarna viljað hitt onnur londu enn Føroyar í play-off umfarinum. Norðurmakedonia var styrkismett.
- Vit vita, at tað verður ein ógvuliga torfør uppgáva í morgin, tí teir hava so nógvar dygdir og eisini ógvuliga royndan og dugnaligan venjara, sum hevur staðið seg væl í donskum hondbólti. Vit vóru ikki nøgdir við lutakastið, segði Lazarov flennandi í samrøðu við Portalin kvøldið fyri landsdystin.
Føroyingar vóru betur nøgdir við lutakastið, tí Norðurmakedonia hevur ikki somu styrki sum eitt nú Spania, Eysturríki og Ísland, sum eisini vóru styrkismett.
Tó vita føroyingar hvussu strævið tað kann verða í Skopje sunnudagin, har heimafjøldin kann spæla stóran leiklut. Týdningurin av góðum útgangsstøði hevur ofta verið nevndur seinastu dagarnar. Kiril Lazarov heldur tó fyri, at fyri Norðurmakedonia vera umstøðurnar eisini á Hálsi ein nýggj avbjóðing.
Føroyar vunnu dystin mikukvøldið við sjey málum - 34-27.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 07. mai 2024
Hetta er greitt eftir eina ógvuliga spennandi og inntensa triðju FM-finalu í Hoyvíkshøllini leygardagin. Sterki verjuparturin hjá Kyndil gjørdist avgerandi, og ungar tóku ábyrgd saman við teimum royndu
Triðja FM-finalan í SMS-deildini er varð spæld leygardagin. Hetta kundi gerast tann seinasta, og hetta hendi eisini í Hoyvíkshøllini, sum Kyndil hevði sum heimavøll henda dagin orsaka av øðrum tiltaki í høllini á Hálsi. Kyndil vann 23-19
Tær í grønum skoraðu fýra tey fyrstu málini í dystinum, men tá StÍF kom í gongd, var tað ein ógvuliga javnur og intensur dystur. Hann var merktur av nógvum mistøkum og ikki avgjørdur fyrrenn seinastu minuttirnar, tá tær í grønum fóru frá.
Kyndil hevði aftur stórar trupulleikar við at loysa tað í álopsspælinum, har Turið Arge Samuelsen varð so at siga mansvard allan dystin. Ein rúgva av brendum skotum vóru, og í 2. hálvleiki hevði Momoko Debes eina rúgvu av stórbjargingum í StÍF.
Kyndil stríddist við at finna loysnirnar
Jovana í málinum gjørdi aftur stóran mun (Myndir: Sverri Egholm)
Ímóti endanum fingu serliga Barbara Hammer og Nadja Pejovic tó neyðugu málini. Kyndla-verjan var eisini fantastisk í 2. hálvleiki, har StÍF bert skoraði sjey mál. Jovana Stranjanac var aftur ein stórur faktorur í málinum, har Gylta Djurhuus á Neystabø eisini kom inn eina løtu og gjørdu mun.
Nakrar av teimum heilt ungu hjá Kyndli vóru við at taka ábyrgd. Hetta á einum degi har tað var stirvið og strævið móti stríðsfúsum StÍF-liði, sum eftir stórtap í fyrstu finaluni veruliga vísti tenn í aðru og triðju finaluni og bjóðað Kyndli upp til dans.
Tað vóru tó favorittarnir, sum uppiborið vunnu FM - tað fyrsta hjá felagnum síðani 2019. Steypakappingin kom í hús í februar, og harvið hevur Kyndil nú vunnið greipuna - eins og fyri fimm árum síðani.
Triðja FM-finalan í SMS-deildini
Leygardagin 4. mai, í Hoyvíkshøllini
Kyndil (3) - StÍF (0) 23-19 (11-12)
Støðan í finaludystum: Kyndil 3 - StÍF 0
Toppskjúttar: Natasja Hammer 8 mál, Turið Arge Samuelsen 6 mál
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 04. mai 2024
TSV Hannover-Burgdorf hevur nú almannakunngjørt skiftið, sum Portalurin skrivaði um síðsta vikuskifti. Talan er um tvey-ára sáttmála til hoyvíkingin
Enn ein føroyingur skal spæla í fremstu hondbóltsdeildini í heiminum. Tað hevur verið ávegis seinastu mánaðirnar, men nú er endaliga greitt, at Vilhelm Poulsen skal spæla við TSV Hannover-Burgdorf.
- Hann hevur serliga bergtikið okkum við sínum framsøkni og hansara evnum í verjuni. Vilhelm kemur við nógvum í sínum spæli og einum veruliga stríðsvilja, sum hóskar okkara liði væl. Nú fær Vilhelm møguleika at menna seg meira - og tað skal hann eisini. Eg gleði meg til at arbeiða saman.
Hetta sigur Christian Prokop, nýggi høvuðsvenjarin hjá Vilhelmi, við die-recken.de.
Ítróttarstjórin Sven-Sören Christophersen og Vilhelm Poulsen í Týsklandi (Mynd: die-recken.de)
Vilhelm og Hákun West av Teigum undir dystinum mikudagin. Hoyvíkingurin legst afturat Hákuni, Elias Ellefsen á Skipagøtu sum føroyskir landsliðsspælarar í Bundesliguni. Jóhan á Plógv Hansen fór eisini av fyrstantí til Hannover-Burgdorf (Mynd: Sverri Egholm)
Portalurin skrivaði um skiftið síðsta fríggjadag og leygardag, og eins og okkara keldur vístu á, so hevði føroyski landsliðsbakkurin skrivað undir tvey-ára sáttmála við Hannover-Burgdorf.
Heimasíðan hjá Hannover-Burgdorf leggur dent á, at Vilhelm Poulsen er enn ein spennandi ungur føroyskur spælari, ið kemur til Bundesliguna. Lámi og sterki bakkurin fer at spæla við nummar níggju á rygginum í Hannover-Burgdorf.
Sjálvur sigur 24-ára gamli hoyvíkingurin, at hetta er ein dreymur, ið gongur út.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 10. mai 2024
Spennandi spælskiparin skiftir eftir ætlan til Horsens, har Claus Mogensen er høvuðsvenjari, og kemur hetta helst endaliga uppá pláss skjótt. Tað vátta fleiri keldur fyri Portalinum
Maria Pálsdóttir Nólsoy er ein av teimum heilt spennandi ungu føroysku hondbóltsspælarunum. Hon hevur gjørt vart við seg á besta liðnum hjá Neistanum, síðani hon bert var 16 ára gomul, og sterki spælskiparin hevur - umframt at hava skinið á ungdómslandsliðunum - spælt 11 A-landsdystir.
Nú skiftir Maria úr barndómsfelagnum. Landsliðsspælarin skal royna seg í Danmark, og sambært fleiri góðum keldum hjá Portalinum, er sáttmáli komin í lag við Horsens.
Tað mangla sum skilst bert ymiskir smálutir. Um hetta verður veruleiki, skal 19-ára gamla hoyvíkskvinnan framyvir umboða Horsens (HH Elite). Har er føroyski A-landsliðsvenjarin, Claus Mogensen venjari, og harvið fær hann veruliga høvuðsábyrgd av menningini hjá Mariu Nólsoy.
Claus Mogensen hevur verið føroyskur landsliðsvenjari í útvið eitt ár nú. Hann fær næsta kappingarár ein "føroyskan brikk" at ráða yvir í Horsens: Bakspælaran Mariu Pálsdóttir Nólsoy (Savnsmynd: Sverri Egholm)
Felagið úr Horsens megnaði at tryggja sær framhaldandi pláss í Kvindeligaen í dramatiskum dysti í vikuni. HH Elite og Bjerringbro spældu beinleiðis uppgerð um at sleppa undan play-off dysti móti liði úr næstbestu deildini. Dysturin endaði javnur, og vegna sigrar á Bjerringbro í innanhýsis dystum í ár endaði HH Elite frammanfyri og spælir harvið aftur í fremstu røð í Danmark í 2024/2025.
Hetta verður so eftir øllum døma við Mariu Pálsdóttir Nólsoy sum ein av møguleikunum í bakketuni. Ungi spælarin hevur víst sínar eyðsýndu dygdir í bláa Neista-búnanum og í landsliðsblusuni. Eftir summarsteðgin verður tað í gula búnanum hjá HH Elite.
Maria Pálsdóttir Nólsoy spældi ikki í FM-endaspælinum vegna brotnan fingur (Savnsmynd: Sverri Egholm)
Rakul Wardum og Ringkøbing vóru í sama bólki sum HH Elite í niðara endaspælinum. Hann vann Skanderborg, har Súna Krossteig Hansen fer at spæla eftir summarferiuna. Umframt tær spæla Jana Mittún (Viborg) og Pernille Brandenborg (København Håndbold) í bestu donsku deildini.
Harvið verður talið av føroyskum A-landsliðsspælarum, í einari av teimum heilt sterku deildunum sum er, í minsta lagi fimm eftir summarsteðgin. Hetta er ógvuliga jaligt, í mun til menningina og tað at EM-endaspælið nærkast. Sum skilst skiftir Bjørk Franksdóttir Joensen (Neistin) helst eisini til danskan hondbólt í summar.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 06. mai 2024
20-ára gamli málverjin skal eftir summarferiuna spæla við Lugi, sum júst er flutt niður úr bestu deildini í Svøriki
Aleksandar Lacok - vanliga nevndur Sasha - hevur seinastu árini gjørt vart við seg í Neistanum og á ungdómslandsliðunum. Sasha hevur eisini umboðað VÍF sum yngri. Nú tekur hann fetið til Svøríkis.
Lugi Handboll boðaði í vikuni frá, at man hevur tryggjað sær ein spennandi spælara frá góða honddbóltsumhvørvinum í Føroyum.
Aleksandar Lacok verður lýstur sum ein málverji við nógvum royndum fyri sín unga aldur, og ein sum er seriøsiur og væl fyri tekniskt og kropsliga. Í føroyinginum, sum eisini hevur serbiskar røtur, væntar felagið sum kann verða partur av besta málverjuparið í Allsvenskan. Hetta saman við Oskari Arnell.
Allsvenskan er næstbesta svenska mansdeildin. Lugi endaði aftast í bestu deildin hetta kappingarárið. Stolta felagið úr Lund í Skáni vil helst flyta beint uppaftur.
- Eg eri ógvuliga glaður fyri at hava skrivað undir við Lugi. Eg havi hoyrt nógv góð ting um felagið, og hvussu tað arbeiðir við ungum spælarum. Eg gleði meg at menna meg víðari har, sigur Sasha við heimasíðu felagsins.
Aleksandar Lacok skal í summar við føroyska U20-landsliðnum til EM. Síðani byrjar tilveran í Svøríki hjá unga spennandi málverjanum.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 05. mai 2024
Ein av egnu ungu spælarunum hjá HB avgjørdi grannauppgerðina, sum ger, at heili tíggju stig skilja partarnar eftir átta umfør. Fyritreytirnar í 2024 hava ikki verið betri hjá HB - B36 hevur bert tvey stig seinastu fimm dystirnar
Ikki síðani 2019 hevur B36 vunnið á HB, og ikki síðani 3. umfar hevur B36 - sjálvútnevndur FM-biðil - vunnið ein dyst. Hetta er framvegis so eftir grannauppgerðina í Gundadal sunnudagin.
Tjúkkur mjørki lá yvir fótbóltsmiðstøðina í høvuðsstaðnum. FM-dreymarnir hjá B36 eru fánaðir og burtur í tokuni av tungum dystum og vánaligum úrslitum. At HB vinnur tepurt á B36 hoyrir ikki beinleiðis undir hetta, og eftir leikgongdini og málmøguleikum burdi útfallið verið øðrvísi.
Hetta var tó bert ein staðfesting av, hvussu tað gongur: HB dugir væl at stríða seg til ein sigur, og fleiri - eisini ungir - taka ábyrgd. Hjá B36 vantar eyðkenda kynisman og yvirskotið, ið kann avgera tættar fótbóltsdystir.
Tað var longu eftir fimm minuttir, at Jacob Johansson legði HB á odda. Eftir gott uppspæl og innlegg úr høgru, var Áki Samuelsen fyrstur og stútaði á stongina og tann annars nærum ósjónligi danski áleyparin var fyrstur á leysa bóltinum og prikaði hann í B36-málið.
B36 hevði tríggjar stórar málmøguleikar fyri steðgin, og eftir ein tíma bragdaði. Tá hevði HB annars vart væl fyri í eitt korter, men so gjørdi Anton Søjberg bart á HB-hálvuni og spældi Mattias Hellisdal frían. 18-ára gamli innskifti miðvallarin var frískligt íkast, og her rann hann púra rætt og setti bóltin trygt niður í longra málhornið til 1-1.
Løtu seinni rakti Mattias yvirleggjaran, og B36 hevði av álvara yvirtikið. Brádliga svaraði HB tó aftur: Leivur Fossdal Guttesen var komin á vøllin í 2. hálvleiki og 22- ára gamli miðvallarin sveiggjaði sítt góða vinstra bein við brotsteigarmarkið eftir gott HB-spæl. Bólturin fór sendandi í longra málhornið, og so var stórur fagnaður í HB-húsinum.
Myndir: Sverri Egholm
Hann hevur fingið stórt álit í ár, og vakra málið hjá Leivi gjørdist avgerandi í grannauppgerðini. B36 hevði annars stóran málmøguleika beint aftaná, men vildi hava brotsspark, tá Bjarki Nielsen fór um koll (fekk gult kort fyri film), men HB kundi eisini økt - serliga tá Áki Samuelsen rakti stongina.
Ávaringarlampur blinka í B36-húsinum, og Dan Brimsvík og hansara menn eru fyri atfinningum og trýsti. Sunnudagin bilti ikki so nógv í avrikinum, men niðurstøðan er hin sama: Meðan HB og Víkingur bara vinna, megnar B36 hetta ikki. Hetta var tann fimti á rað í dag uttan sigur í Betrideildini.
Fleiri myndir frá grannauppgerðini í Gundadali
HB - B36 2-1 (1-0)
05' 1-0 Jacob Johansson (Áki Samuelsen)
60' 1-1 Mattias Hellisdal (Anton Søjberg)
82' 2-1 Leivur Fossdal Guttesen (Hanus Sørensen)
Skála vinnur røttu dystirnar. Hetta kundi man ikki siga í 2022, tá Skála seinast var í Betrideildini. Liðið var væl við í nógvum dystum - serliga í fyrru hálvu. Tá fekk Skála 10 stig eftir 27 umførum. Eftir átta umfør í 2024 hevur Skála eisini 10 stig.
Í løtuni bendir einki á, at teir appelsinlittu fara at flyta niður aftur. Eftir sigurin í Fuglafirði sunnudagin er Skála níggju stig frá strikuni.
Skála var uttan Jan Ingason Hansen, Andreas Egeberg Jacobsen og Nicolai Dohn. ÍF var uttan nýggja høvuðsvenjaran Jákup Martin Joensen á síðulinjuni, og hóast heimaliðið hevði nakrar góðar álopsstøður í 1. hálvleiki, har serliga Uros Stojanov hevði stóran málmøguleika, so var tað Skála, ið skoraði tvær ferðir.
Fyrst var tað Karl Martin Johansen, sum annan dystin á rað legði Skála á odda 1-0 við tryggum brotssparki. Hetta var í 25.minutti, tá Teitur Poulsen fór um koll í ÍF-brotsteignum - tað sá kanska heldur tunt út, men Alex Troleis tyktiskt ikki at vera í iva.
Í 38. minutti skoraði Skála eitt frálíkt mál. Talan var um uppspæl heilt frá Karsteni Hansen í málinum við nógvum fløtum avleveringum, góðum flytingum og eisini stórum váða. Carlos Ferreira legði yvirum til Ragnar Skála í brotsteignum, hann skeyt framvið Jákup Olsen í ÍF-málinum, og Karl Løkin megnaði júst ikki halda bóltinum úr málinum.
0-2 og restina av dystinum jagstraði ÍF. Nakrar góður støður vóru, men Skála kundi eisini økt. Í yvirtíðini minkaði Elvio Gelmini til 1-2, men ov seint var.
ÍF-Skála ÍF 1-2 (0-2)
26' 0-1 Karl Martin Johansen (br.)
38' 0-2 Ragnar Skála
90+4' 1-2 Elvio Gelmini
Í Klaksvík vann KÍ enn ein dyst eftir tógvuð stríð. Hesaferð móti 07 Vestur.
07 Vestur fekk liðformannin Frederik Holst riknan av vølli í 20. minutti. Miðvallarin fekk eitt bíligt gult kort fyri eitt fríspark, og mótmælti við millum annað at taka í armin á dómaranum. Hetta útloysir vanliga kort, og tí gav Jóhan Hendrik Ellefsen Holst reyða kortið.
Við tíggju monnum valdi útiliðið at stilla seg ógvuliga lágt, og hetta eydnaðist sum so væl. 07 Vestur vardi væl - við stórari hugsavnan, men uttan at hótta hinvegin - og KÍ spældi heldur seint og uttan hugflog í løtum: Óneyvt og uttan at skapa upplagdar málmøguleikar.
KÍ-07 Vestur 2-0 (0-0)
73' 1-0 Cedric Yambere
89' 2-0 Páll Andrasson Klettskarð (Jóannes Kalsø Danielsen)
Reytt kort: 20' Frederik Holst 07 Vestur
EB/Streymur stríddist aftur væl ímóti einum av ovaru liðunum og gjørdi dystin spennandi móti endanum, tá Andras Olsen stútaði í málið eftir hornaspark.
Víkingingarnir vóru tó ov sterkir, og tríggir gøtumenn gjørdu bart við Margáir: Í fyrra hálvleiki var tað Finnur Justinussen, sum gjørdist púra fríur eftir frísparksinnlegg frá Poul Kallsberg. Eftir ein tíma fann Poul flott Árna Nóa Atlason, sum rann væl afturum verjuna og skoraði trygt. 1-3 málið í yvirtíðini gjørdi Martin Klein Joensen eftir gott mótálop - hansara fyrsta í ár.
Ikki tann allarbesti dysturin hjá liðnum úr Eysturkommunu, men trý mál, trý stig og fullur pottur eftir átta umfør.
EB/Streymur-Víkingur 1-3 (0-1)
28' 0-1 Finnur Justinussen (Poul Kallsberg)
61' 0-2 Árni Nóa Atlason (Poul Kallsberg)
85' 1-2 Andras Ólason Olsen (Tóki Johannesen)
90+1' 1-3 Martin Klein Joensen (Jákup Johansen)
B68 fekk fleiri ting at eydnast grannauppgerðini leygardagin, kom á odda tíðliga og kundi væl økt til 2-0. Ístaðin fór NSÍ avstað við øllum á Svangaskarði.
Bartal Páll Klein skoraði sítt fyrsta mál í Betrideildini við brotssparki í 14. minutti, og síðani gingu yvir 65 leikminuttir við støðuni 1-0.
Liðið hjá Jákupi á Borg á veg móti sínum fyrsta sigri síðani 27. august í fjør. Petur Knudsen vildi tað tó øðrvísi: Tvær ferðir seinastu løtuna - seinnu ferð í yvirtíðini - breyt hann ígjøgnum í vinstru og legði innfyri.
Í báðum førum var tað ein innskiftur spælari, ið setti fótin á. Fyrst ódekkaður Búi Egilsson í málteignum til 1-1, og síðani Dion Splidt sum er aftur í Betrideildini. Skotið hjá honum rakti eitt B68-bein á vegnum og snýtti Tórð Thomsen í B68-málinum.
Hetta tryggjaði NSÍ trý stig afturat, og tað skapti stóran fagnað á teimum í gulum og svørtum - og ónøgd hjá B68.
B68-NSÍ 1-2 (1-0)
14' 1-0 Bartal Páll Klein (br.)
82' 1-1 Búi Egilsson (Petur Knudsen)
90+4' 1-2 Dion Splidt (Petur Knudsen)
Støðan Betri deildin menn
1. Víkingur 24 stig
2. HB 21 stig
3. KÍ 18 stig
4. NSÍ 15 stig
5. B36 11 stig
6. 07 Vestur 11 stig
7. Skála ÍF 10 stig
8. EB/Streymur 4 stig
9. B68 1 stig
10. ÍF 1 stig
Komandi dystir:
Sunnudagin 12. mai kl. 15: KÍ - Víkingur
Mánadagin 13. mai kl. 18.30: Skála ÍF - HB
Mánadagin 13. mai kl. 18.30: NSÍ - 07 Vestur
Mánadagin 13. mai kl. 19: B36 - EB/Streymur
Týsdagin 14. mai kl. 18: B68 - ÍF
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 05. mai 2024
Yvirlit: Neyðugt varð við longdari leiktíð í øllum fjórðingsfinalunum í kappingini um Løgmanssteypið - í Trongisvági kom TB víðari eftir brotssparkskapping móti B68. Lutakast til hálvfinalurnar verður sunnudagin
Fjórðingsfinalurnar í kappingini um Løgmanssteypið vórðu spældar mikukvøldið og Kr. himmalsferðardag. Felags fyri tær allar er, at tað stóð á jøvnum eftir 90 minuttir. Harvið skuldi longd leiktíð til, og við Stóra í Trongisvági ein brotssparkskapping. Hetta er heilt óvanligt.
Tað er mest óvæntað, at TB er umboðað í hálvfinalunum. Annars er talan um trý "topp-fýra feløg" úr Betrideildini. Øll høvdu tó sínari trupulleikar.
TB gjørdi bart móti B68 og er harvið í pottinum, tá lutakastið til hálvfinalurnar verður sunnudagin (Mynd: Televarpið - skíggjamynd)
Lutakastið til hálvfinalurnar verður á Rás 1 hjá Televarpinum sunnudagin kl. 17 - beint eftir dystin millum KÍ og Víking.
Víkingur, B36, HB og TB, sum vera í glasbollanum. Fyrru hálvfinalurnar verða spældar mikudagin 29. mai, meðan seinnu hálvfinalurnar eru á skránni mikudagin 19. juni. Finalan um Løgmanssteypið verður á Tórsvølli leygardagin 2. november.
Fjórðingsfinalurnar í kappingini um Løgmanssteypið
EB/Streymur - HB 1-1 (1-0) 1-3 eftir longda leiktíð
29' 1-0 Tóki Johannesen (Virgar Jónsson)
75' 1-1 Áki Debes Samuelsen (Hanus Sørensen)
107' 1-2 Hanus Sørensen
112' 1-3 Jacob Johansson (Jógvan Elmarsson Ósa)
B36 - NSÍ 2-2 (2-0) 3-2 eftir longda leiktíð
19' 1-0 Zean Peetz Dalügge (Jann Julin Benjaminsen)
45' 2-0 Marius Kryger Lindh (Jann Julin Benjaminsen)
54' 2-1 Klæmint Andrasson Olsen
90+6' 2-2 Klæmint Andrasson Olsen (Aron Knudsen)
104' 3-2 Marius Kryger Lindh (Gutti Dahl-Olsen)
TB - B68 1-1 (0-0) 6-5 eftir brotssparkskapping
48' 0-1 Hanus Højgaard
79' 1-1 Nikolei Johannesen (Torkil Úlvur Jespersen Holm)
Brotssparkskapping:
Bartal Páll Klein 1-2
Nikolei Johannesen 2-2
Sebastian Lau Nielsen 2-3
Olivur René Thomsen 3-3
Anders Tønnesen bjargar
Anders Tønnesen 4-3
Ragnar Samuelsen 4-4
Einar Thorsteinsson 5-4
Áki Johannesen 4-4
Gilli Rólantsson Sørensen 5-4
Víkingur - AB 0-0 - 3-0 eftir longda leiktíð
100' 1-0 Arnbjørn Svensson (Geza David Turi)
108' 2-0 Rani Hansen (Arnbjørn Svensson)
114' 3-0 Rani Hansen (Árni Nóa Atlason)
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 10. mai 2024
22 ára gamli Géza Dávid Turi, ið fyrstu umførini hevur stjórnað miðvøllinum hjá Víkingi við manér, var leygardagin kosin til besta spælara í Betrideildini í mars og apríl mánaði
– Vit hava fingið eina góða byrjan, og higartil er alt meir ella minni gingið upp í eina hægri eind. At tað so eisini hevur gingist mær væl persónliga, eri eg sjálvandi glaður fyri, men eg havi eisini fingið góða hjálp frá liðfeløgunum.
Tað sigur Géza Dávid Turi úr Víkingi, sum av landsliðsvenjarum, miðlafólkum og viðmerkjarum er valdur til besta spælara í Betrideildini hjá monnum í mars og apríl mánað.
Aðrir, ið eisini fingu væl av atkvøðum hesaferð, vóru Hanus Sørensen úr HB, toppskjúttin í Betrideildini í løtuni, Páll Klettskarð úr KÍ, og liðfelagin hjá Geza, Poul Kallsberg.
Fyri heiðurin, sum besti spælari í mars og apríl, fekk Géza Dávid Turi handað eitt gávukort upp á 1.000 krónur, ið kann brúkast á Hotel Brandan, Hotel Hafnia, ella hjá Katrina Christiansen, umframt eina glasstandmynd, sum er latin av Betri.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 05. mai 2024
29 ára gamli landsliðsspælarin, sum er lyklaspælari hjá íslendsku greipuvinnarunum, hevur longt sáttmálan við Víking Reykjavík
- Eg royni bara at gera mítt besta, og vónandi sær felagið, at tað er gott nokk. Men sjálvandi um okkurt meira spennandi kemur, so kann man altíð hugsa um tað. Tað er tó heilt víst, at familjan og eg trívast ordliga væl í Íslandi, og eri vónríkur um at ein nýggjur sáttmáli einaferð skjótt liggur á borðinum.
Soleiðis segði Gunnar Vatnhamar, tá Portalurin tosaði við hann í Reykjavík fyri beint yvir einum mánaði síðani.
Hetta var beint eftir fyrsta dystin í kappingarárinum hjá Víkingi Reykjavík. Gunnar hevði skorað í sigrinum á Stjarnuni. Samanlagt hevur leirvíkingurin nú 35 dystir og fýra mál fyri Víking Reykjavík. Hetta verður nógv meira - íhvussu er tali av dystum.
Hetta er greitt, eftir at Gunnar Vatnhamar og Víkingur Reykjavík í gjár longdu sáttmálan. Tað boðar felagið frá á heimasíðu sínari.
- Knattspyrnudeild Víkings hefur framlengt samning sinn við færeyska landsliðsmanninn Gunnar Vatnhamar. Gunnar kom til félagsins í apríl árið 2023 og hefur hann leikið 35 leiki fyrir félagið og skorað í þeim 4 mörk.
Gunnar Vatnhamar nærkast 40 landsdystum fyri Føroyar (Savnsmynd: Sverri Egholm)
Sáttmálin er langur. 29-ára gamli leirvíkingurin hevði sáttmála fyri hetta kappingarárið afturat, og nú er sáttmálin longdur við trimum árum afturat. Hann er galdandi til ov við kappingarárið 2027.
Harvið bendir nógv á, at Gunnar Vatnhamar verður í Reykjavík í fleiri ár. Landsliðsspælarin er lyklaspælari hjá Víkingi, sum í fjør vann greipuna - eftir fimm umfør í ár er Víkingur Reykjavík oddalið.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 10. mai 2024
Skálvíkingurin brendi brotsspark seint í dystinum, men hann legði upp til tvey mál og skoraði tað avgerandi fyri Fredrikstad. Gullbrandur og Sandnes eru eisini í fjórðingsfinaluni eftir enn eina málveitslu
Tað gongur ógvuliga væl hjá Fredrikstad í Noregi. Liðið hjá Mikkjali Thomasen bjóðar av í oddinum Eliteseriuni, og nú er liðið í fjórðingsfinalunum í NM Cup.
Brandur Hendriksson Olsen hevur havt stóran leiklut í steypakappingini, og aftur hesaferð skoraði føroyski landsliðsleikarin. Hann legði eisini flott upp til málini til 1-0 og 2-1 hjá Fredrikstad í fyrra hálvleiki.
Í báðum førum svaraði Raufoss aftur, men eftir at at Brandur Hendriksson hevði smekkað bóltin í málið tíðliga í 2. hálvleiki, kom einki mál afturat. 28-ára gamli føroyingurin hevði seint í dystinum gyltan møguleika at økja móti liðnum úr næstbestu deildini. Brandur brendi brotssparkið, men hetta bilti einki, tá samanumkom: 3-2 sigur til Fredrikstad - Jóannes Bjartalíð spældi ikki í dystinum.
Sandnes Ulf og U21-landsliðsspælarin Gullbrandur Øregaard spældu seg eisini víðari til fjórðingsfinalurnar. Liðið úr næstbestu deildini var á vitjan hjá Eidsvold úr tiðbestu deildini.
Har varð ikki tann stóri spenningurin. Eftir ein tíma var 1-5. Eidsvold skoraði tvey mál seint í dystinum, so heldur keðiligt hjá Gullbrandi, sum spældi fullan dyst í miðverjuni, at vera við at lata trý mál inn.
U21-landsliðsspælarin kann tó fegnast um at vera víðari. Landsliðsliðfelagin Noah Mneney, ið hevur lítið álit í Bryne, var ikki í hópinum, tá lið hansara reyk út við stórtapið fyri Stabæk (5-1)
Fjórðingsfinalurnar í kappingini verða ikki spældar fyrrenn í oktober. Tá spælir Sandnes Ulf móti Levanger, bæði úr OBOS-deildini. Fredrikstad skal hitta Vålarenga, sum flutti niður í fjør.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 09. mai 2024
Við sannførandi sigrum í fimta umfari, halda Víkingur, KÍ og NSÍ fast um fremstu plássini í Betrideildini hjá kvinnum
Sunnudagin var fult umfar í Betrideildini hjá kvinnum á skránni, og við sannførandi sigrum, halda Víkingur, KÍ og NSÍ fast um fremstu plássini. Tó er tað bara málmunurin, ið skilur partarnar millum nummar 1 og 2.
Samstundis er nógv, ið bendir á, at tað verða havnafeløgini, HB og B36, ið fara at stríðast um 4. plássið og ein sess í FM bólkinum, tá kappingin eftir 14 umfør verður býtt í tvey.
5. umfar
Í Sarpugerði í Norðragøtu vann heimaliðið 11-0 á TB/FCS/Royn, og í Runavík vann NSÍ 9-0 á FC Hoyvík. Eisini undir Mýruhjalla á Skála gjørdist talan um stórsigur, har klaksvíkskvinnur fóru avstað við einum trivaligum 14-0 sigri.
Fjórði dysturin var í Gundadali í Havn, har grannauppgerð var millum HB og B36. Úrslitið gjørdist ein tepur 1-0 sigur til HB.
Nú øll liðini hava spælt fimm dystir, eru Víkingur og KÍ fremst við 13 stigum, eitt stig meir enn NSÍ, sum er nummar 3. HB hevur 9 stig, meðan B36 er á fimta plássi við 6 stigum. Nummar 6, 7 og 8 eru FC Hoyvík, Skála og TB/FCS/Royn við ávikavist 4, einum og ongum stigi.
Komandi leygardag er aftur fult umfar á skránni.
Kl. 12.30: B36 - Víkingur
Kl. 13.30: NSÍ - HB
Kl. 15: TB/FCS/Royn - Skála ÍF
Kl. 18: FC Hoyvík - KÍ
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 09. mai 2024
Jensa Tórolvsdóttir úr Víkingi var sunnudagin kosin besti spælari í fremstu deildini hjá kvinnum í mars og apríl
Góða gongdin hjá ljósabláu Víkingunum í Betrideildini hjá kvinnum, sást eisini aftur í atkvøðugreiðsluni, tá besti spælari í mars og apríl mánað skuldi veljast.
Tá talt var saman, hevði Jensa Tórolvsdóttir úr Víkingi fingið flestar atkvøður. Næst henni vóru Heidi Sevdal úr NSÍ, og Durita Hummeland úr KÍ.
Aðrar, ið eisini fingu fitt av atkvøðum hesaferð, vóru Brá Zakariasardóttir úr B36, Helga Mikkelsen úr NSÍ, og Rakul Sørensen úr Víkingi.
– Hetta var ein góður heiður at fáa. Men nú ræður eisini um at byggja víðari á góðu gongdina, ið vit hava fingið. Vit vita, at hini liðini eru sterk, og tað er enn langur vegur eftir á mál, sigur Jensa Tórolvsdóttir, ið higartil í ár hevur skorað níggju mál í Betrideildini.
Tað eru venjarar hjá liðunum í fremstu deildini hjá kvinnum, sum atkvøða fyri besta spælara hvønn mánað, ið verður stuðlað av Hotel Brandan og Betri.
Eftir umfarið um vikuskiftið, sum var tað fimta í røðini, er Víkingur fremst við 13 stigum, ájavnt við KÍ. NSÍ er á 3. plássi við 12 stigum, og síðani koma HB og B36 við 9 og 6 stigum. Á sætta plássi er FC Hoyvík, Skála er nummar 7, meðan TB/FCS/Royn er nummar 8.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 06. mai 2024
Lutakast hevur verið í sambandi við komandi EM-undankappingar fyri U17- og U19-fótbóltslandsliðini við dreingjum, sum verða í heyst – U17 dreingirnir komu í bólk við Niðurlondum, Kroatia og Albania, og U19 dreingirnir endaðu í bólki við Spania, Eysturríki og Kosovo
Nú er greitt, hvørjum londum føroysku U17- og U19-landsliðini við dreingjum skulu spæla ímóti í komandi EM-undankappingum, sum eru á skránni í heyst.
Fríggjadagin 3. mai var lutakastið í Nyon í Sveis, og har háttaði tað seg soleiðis, at U17 dreingirnir komu í bólk C, saman við Niðurlondum, Kroatia og Albania.
Eisini U19 dreingirnir komu í ein sterkan bólk. Føroyska landsliðið endaði í bólki J, saman við Spania, Eysturríki og Kosovo.
Júst hvørjar dagar kappingarnar verða, verður avgjørt í næstu viku. Men greitt er í øllum førum, at eitt av londunum í bólkinum verður vertur, og at allir dystirnir í bólkinum – um annað ikki verður avtalað millum øll londini – skulu spælast frá 2. til 10. september, 7. til 15. oktober, ella frá 11. til 19. november.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 04. mai 2024
Fótbóltsskúlar fyri børnum og ungum millum 7 og 13 ár verða í Klaksvík, Havn, Hoyvík og á Toftum
Eins og undanfarin ár, fer Fótbóltssamband Føroya aftur í summar at skipa fyri fótbóltsskúlum.
Skipað verður fyri fýra fótbóltsskúlum í juni, juli og august saman við KÍ, HB, B68 og FC Hoyvík, skrivar Fótbóltssamband Føroya.
Tann fyrsti fótbóltsskúlin verður í Klaksvík 21. og 22. juni. Eina viku seinni, 28. og 29. juni verður fótbóltsskúlin í Havn, meðan fótbóltsskúlin í Hoyvík verður 2. og 3. august.
Fótbóltsskúlin á Toftum verður skipaður yvir fýra dagar. 31. juli og 1. august fyri U11 og U13, og 2. og 3. august fyri U7 og U9.
Fótbóltsskúlarnir eru ætlaðir børnum og ungum í aldurinum sjey til 13 ár (fødd í 2011 til og við 2017).
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 05. mai 2024
Um vikuskiftið leika føroysku A-landsliðini í flogbólti seks dystir. Mennirnir tríggjar í Føroyum og kvinnurnar tríggjar í Íslandi. Talan er um fyrireiking til Silver League kappingina sum stendur fyri durum
Flogbóltssamband Føroya og Íslendska flogbóltssambandi - BLÍ - hava gjørt eina samstarvsavtalu, soleiðis at londini hjálp hvørjum øðrum við fyrireikingunum til Europa League kappingarnar komandi árini. Í hesum sambandi er íslendska landsliðið hjá monnum komið til Føroyar at leika tríggjar dystir ímóti føroyska mannslandsliðnum.
Samstundis fer føroyska kvinnulandsliðið farið til Íslands at leika tríggjar dystir ímóti Íslandi.
Fyrsti dysturin millum manslandsliðini hjá Føroyum og Íslandi varð spældur í Kollafirði fríggjakvøldið. Í dag kl. 15 spæla tey aftur á Sandi og sunnudagin kl. 13 í Klaksvík.
Venjarin hjá monnum, Boban Ilic, hevur ein 16 mans hóp kláran til dystirnar ímóti Íslandi, og skal hesin avmarkast til 12 mans áðrenn farið verður undir veruligu Europa League kappingina, har Føroya luttaka í Silver League.
Venjarin hjá kvinnunum, Christian Imhoff, hevur somuleiðis ein nakað størri hóp enn vanligt við sær til Íslands. Hesin hópurin verður so í næstu viku avmarkaður til teir 12 leikararnar, sum fara at umboða Føroyar í Silver League dystunum.
Silver League kappingin byrjar næsta vikuskifti.
Føroysku kvinnurnar leika tveir dystir í Montenegro, síðani tveir dystir í Luksemborg og enda heima í Føroyum við tveimum dystum.
Føroysku menninir leika fyrst tveir dystir í Íslandi. Síðani verða tveir dystir leiktir í Føroyum og síðstu dystirnir verða í Eysturríki.
Leikt verður soleiðsi:
Kvinnurnar:
Í Podgorica í Montenegro:
17. mai: Montenegro - Føroyar
18. mei: Føroyar - Georgia
Í Luksemborg:
24. mai: Luksemborg - Føroyar
25. mai: Føroyar - Ungarn
Í høllini á Hálsi í Havn:
7. juni: Føroyar - Finnland
9. juni: Føroyar - Bosnia og Hersegovina
Mennirnir:
Í Kópavági í Íslandi:
17. mai: Ísland - Føroyar
18. mai: Føroyar - Ísrael
Í høllini á Hálsi í Havn:
24. mai: Føroyar - Ísland
26. mai: Føroyar - Eysturríki
Í Amstetten í Eysturríki:
7. juni: Eysturríki - Føroyar
8. juni: Ísrael - Føroyar
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 10. mai 2024
Á gallatiltaki hjá flogbóltinum vóru ársins leikarar kosnir, og greitt er Dráttur og SÍ eiga ársins leikarar
Mikukvøldið var gallatiltak í hølunum hjá Føroya Tele í Havn, har ársins flogbóltsleikarar í Føroya Tele-deildunum vórðu avdúkaðir.
Ársins leikari hjá kvinnum gjørdist Tereza Kerpčarová úr Drátti, og hjá monnunum gjørdist Cristiano Rodrigues Campos úr SÍ ársins leikari.
Hesir heiðrar vóru eisini latnir:
Ársins leikari, kvinnur
Tereza Kerpčarová, Dráttur
Ársins leikari, menn
Cristiano Rodrigues Campos, SÍ
Ársins stjørnuskot, kvinnur:
Thirza Linda Tarazona Becerra, Fleyr
Ársins stjørnuskot, menn: Hákun Nón, ÍF
Ársins venjari, kvinnur: Gabriel Aramayo, Fleyr
Ársins venjari, menn:
Cristiano Rodrigues Campos, SÍ
Ársins dómari:
Bojan Drobnjak
Ársins lið, kvinnur:
Libero: Sólfríð Højgaard Poulsen, SÍ
Kantur: Ana Cecília Goulart, SÍ
Kantur: Tereza Kerpcarová, Dráttur
Diagonalur: Hanna Andriasdóttir Olsen, Fleyr
Miðja: Ariana G. Pereyra, TB
Miðja: Sirið Hanusardóttir Samson, Mjølnir
Hevari: Rhilari da Silva Pulquerio Nogueira, SÍ
Ársins lið, menn:
Libero: Vukasin Nedeljkovic, ÍF
Kantur: Cristiano Rodrigues Campos, SÍ
Kantur: Mateusz Pazgan, Mjølnir
Diagonalur: Bartlomiej Grzegorzewski, Mjølnir
Miðja: Jóhan Arni Elisson Wang, Mjølnir
Miðja: Tóki í Haraldstovu, SÍ
Hevari: Thorvald Danielsen, Mjølnir
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 09. mai 2024
Skeiðsparturin er avgreiddur - nú eru praktiskar royndir í døming á skránni
Flogbóltssamband Føroya hevur í eina tíð arbeitt við at fáa altjóða dómara, og úrslitið er, at Dávið Ryan nú hevur verið á altjóða dómaraskeiði í Bulgaria, sum er partur av tilgongdini at gerast altjóða dómari.
Skeiðspartin, sum er tann tungi parturin, er hann liðugur við, og nú skal hann út at fáa praktiskar royndir í døming og til síðst fáa undirskrift frá trimum dómaravenjarum.
Næstu tvey árini fer hann regluliga at fáa dystir sum fyrsti- og annardómari, har dómaravenjararnir viðhvørt eru til staðar og eygleiða, og at enda seta sína undirskrift á altjóða dómaraprógvið hjá honum. Tá ið hann hevur fingið tríggjar undirskriftir, verður hann útnevndur altjóða dómari. Vanliga tekur hetta millum hálvtannað og tvey ár.
23 ára gamli Dávið Ryan er annars av góðum bergi brotin, tá tað kemur til døming, tí foreldrini eru Rúna og Jan Hentze, sum hava dømt í bestu deildini í Føroyum í ein mansaldur.
Jan var eisini fyrsti – og higartil einasti – altjóða dómari í flogbólti, Føroyar hava havt. Tað prógvið fekk hann í 2004, og í eini 10 ár røkti hann altjóða dómaragerningin og dømdi 79 altjóða dystir.
Tíðindaskriv frá Flogbóltssambandi Føroya
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 07. mai 2024
Níggju svimjarar úr Havnar Svimjifelag hava luttikið á íslendsku mastersstevnuni, Garpamót
Farna vikuskiftið vóru níggju tilkomnir mannligir svimjararnir úr Havnar Svimjifelag í Íslandi og kappaðust á árligu íslendsku masterstevnuni, Garpamót. Tá avtornaði høvdu føroyingarnir vunnið 35 heiðursmerki.
Føroyingar vunnu 16 gull-, 11 silvur-, og 8 bronsuheiðursmerkir, og Havnar Svimjifelag gjørdist nummar trý av teimum tólv luttakandi feløgunum.
Kappingin er skipað í aldursbólkarnar: 25-29, 30-34, 35-39, osfr., og heiðursmerkini fullu soleiðis:
Gull (16):
Aksel Haraldsen 50m Rygg
Aksel Haraldsen 100m Rygg
Árni Winther 50m Bringa
Árni Winther 100m Bringa
Erling Eidesgaard 200m Frí
Eyðun Húsgarð 400m Frí
Eyðun Húsgarð 800m Frí
Eyðun Húsgarð 50m Bringa
Jon Hestoy 50m Frí
Jon Hestoy 100m Frí
Jon Hestoy 200m Frí
Jon Hestoy 400m Frí
Jon Hestoy 800m Frí
Jon Hestoy 50m Firvald
Aksel Haraldsen, Eyðun Húsgarð, Erling Eidesgaard, Jon Hestoy 4 x 50m Frí
Aksel Haraldsen, Eyðun Húsgarð, Jon Hestoy, Erling Eidesgaard 4 x 50m Blandað
Silvur (8):
Aksel Haraldsen 50m Frí
Aksel Haraldsen 100m Frí
Aksel Haraldsen 100m Blandað
Árni Winther 50m Frí
Árni Winther 50m Rygg
Erling Eidesgaard 800m Frí
Eyðun Húsgarð 200m Frí
Sámal Olsen 800m Frí
Bronsa (11):
Erling Eidesgaard 400m Frí
Eyðun Húsgarð 50m Frí
Eyðun Húsgarð 100m Frí
Eyðun Húsgarð 50m Rygg
Jákup Enni 50m Frí
Jákup Enni 100m Frí
Jákup Enni 200m Frí
Jákup Enni 400m Frí
Sámal Olsen 200m Frí
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 05. mai 2024
Nú er bert ein lítil mánaður, til stóra súkklukappingin, Leif Mohr Kring Føroyar 2024, fer av bakkastokki
Aftur í ár verður kappast í fimm dagar, og verður tað í døgunum frá mikudegnum 5. juni til sunnudagin 9. juni.
Tað er Tórshavnar Súkklu- og Triathlonfelag sum, saman við Leif Mohr, skipar fyri kappingini.
Føroyar er eitt spennandi land at súkkla og kappsúkkla í, og fyriskipararnir royna eftir førimuni at gera kappingina so áhugaverda sum til ber. Tað verður seg at betra um karmarnar kring kappingina, at leggja kappingina soleiðis til rættis, at ferðslan kring landið, og sjálv kappingin, eru til minst ampa fyri hvønn annan.
Okkurt árið hevur verið kappast eftir arbeiðstíð. Í ár verður kappast mitt á degi miku-, hós- og fríggjadagin, og so á morgni leygardagin og sjálvan finaludagin.
Fimm etapur, seks oyggjar
Í ár skulu súkklarar koyra á Borðoy, Kunoy, Eysturoy, Sandoy, Suðuroy og á Streymoynni.
Fyrsta dagin verður kappast á Borðoynni og Kunoynni. Tað verður kappast í tíðarkoyring, og áðrenn funnið verður útav hvør kvinna og hvør kallur skal í føraratroyggjuna, skulu allir luttakarar koyra ein 22 kilometra langan einkultstart úr Klaksvík, til Kunoyarbygd, og aftur á mál við Effostøðina í Klaksvík.
Annan dagin verður kappast í Eysturoynni, og eftirsum sponsorurin hevur deild á Kambsdali, so verður bæði startur og mál við Leif Mohr á Kambsdali.
Longdin á teininum er góðar 60 kilometrar, og skulu súkklarar hendan dagin koyra heili 1.800 hæddarmetrar.
Tað verður aftur kappast í landavegsúkkling triðja dagin, tá Sandoyggin verður karmur um kappingina.
Í nøkur ár hevur startur og málið verið í Skálavík. Men ikki í ár. Eftirsum vinnandi kvinnan hevur røtur úr Húsavík, verður startur og mál í Húsavík.
Tað riggaði stak væl við at leggja part av teininum kring Sandsvatn, og júst hesin partur verður endurtikin í ár.
Suðuroyggin við øll árini
Ein og øll undanfarin ár hevur verið kappast í Suðuroynni næstseinasta kappingardagin. Eins og Sandoyggin, er Suðuroyggin ein sonn perla fyri vegsúkklarar.
Farið verður ikki um Hestin, sum tað hevur verið tey fyrstu tjúgu árini. Vegurin um Hestin er heldur vánaligur, men nýggi Hvalbiartunnilin hevur gjørt tað møguligt at taka Hvalba uppí Suðuroyaretapuna, og eru flest allir súkklarar sera glaðir fyri hesa sokallaðu "sloyfu".
Brekkan úr Hvalba niðan móti tunnlinum er sera avbjóðandi, og er tunnilin sera góður og ljósur at súkkla ígjøgnum. Í ár verður koyrt oman í Fámjin eftir skjótt "gamla" vegnum. Komandi ár verður tað kanska gjøgnum nýggja Fámjinstunnilin.
Finala og finaluumfør
Finaludagurin verður eins og øll undanfarin ár koyrdur á Streymoynni. Málið er við bygningin hjá Leif Mohr á Hoyviksvegnum í Havn.
Málið verður í Havn, men starturin verður ikki í Havn. Eiheldur í Tjørnuvík. Í ár verður byrjað á Eiði, og vegna spennandi og avbjóðandi Tórshavn Marathon, sum byrjar tiðliga seinnapartin, verður byrjað tíðliga. Kappingin byrjar klokkan níggju sunnumorgunin.
Leiðin gongur suður gjøgnum Sundalagið, og síðan gjøgnum tunnilin til Havnar. Komnir til høvuðsstaðin, skulu finaluumfør súkklast runt á Hálsi í Havn. Málið er sum sagt við bygningin hjá Leif Mohr, men áðrenn vinnarin hjá kvinnum og monnum veður funnin, skulu trý finaluumfør koyrast eftir Hoyvíksvegnum, eftir Smyrilsvegi, eftir Staravegi, og so aftur á Hoyvíksvegin.
Til ber at lesa meira um Leif Mohr Kring Føroyar 2024 her
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 10. mai 2024
Leygardagin 4. mai hevði ÍSF aðalfund. Ársfrágreiðingin varð løgd fram, broytingar vórðu gjørdar í starvsnevndini og nýggjar stuðulsskipanir til bæði breidd og úrval vórðu samtyktar eins og John Kjær fekk heiðurskross ÍSF
Tað var væl møtt til ársaðalfundin hjá ÍSF, sum varð hildin farna leygardag. Fundurin byrjaði við, at forsetin, Elin H Joensen, legði ársrfrágreiðingina fram. Hon legði eitt nú dent á postiva andan, ið merkti føroyska ítrótt í 2023 – og mongu góðu samstørvini, ið hava verið.
Fíggjarligur stuðul til ítrótt
Samtykt varð at skipa eina nýggja Breiddarpulju í ítróttini, ið skal gera tað lættari hjá feløgum og sambondum at skipa fyri tiltøkum, sum ikki snúgva seg um kapping á høgum stigi, men sum hava felagsskap og ítróttagleði í miðdeplinum. Árliga verða 500.000 kr settar av til Breiddarpuljuna, og søkjast kann leypandi ígjøgnum árið. Søkjast kann um upp í 30.000 krónur, um talan er um eitt felag/samband, sum skipar fyri – og upp í 50.000 krónur, um fleiri feløg/sambond skipa fyri tiltøkum í felag.
Ein onnur samtykt snúði seg um Úrvalsskipanina, sum hevur virkað í fleiri ár, men sum nú er endurskoðað. Higartil er stuðulin í stóran mun farin til einstøku íðkararnar. Sjálvandi skal einstaki íðkarin framhaldandi vera í miðdeplinum, men frameftir skal nakað eisini falla til tað jørðildið, sum úrvalsíðkararnir spretta úr. Pengarnir skulu í størri mun koma fleiri til góðar og røkka longur. Nýggja skipanin hevur íblástur úr grannalondunum, men er kortini snikkað saman til føroysk viðurskifti.
Broytingar í starvsnevndini
Eisini vórðu broytingar gjørdar í Starvsnevndini hjá ÍSF. Hávard Vatnhamar, sum seinastu tvey árini hevur verið formaður í Íðkanarnevndini – og sum tí hevur verið limur í starvsnevndini – verður nú avloystur av Eydnu Mariu Debes.
John Kjær, sum í eitt mannaminni ótroyttiliga hevur arbeitt fyri føroyskari ítrótt herheima og í oyggjaleikahøpi, tók ikki við afturvali. Av tí, at einki uppskot um nýggjan starvsnevndarlim var komið inn, verður hann tó sitandi til eykaaðalfundin í juni.
Heiðurskrossur ÍSF latin John Kjær
Fyri sítt drúgva arbeiði føroyskari itrótt at frama fekk John Kjær á aðalfundinum heiðurskross ÍSF, sum er hægsta heiðursmerkið, ÍSF kann lata. Hann hevur tænt føroyskari ítrótt og ÍSF á ósjálvsøknan hátt, og í heilsan síni takkaði Elin H. Joensen John Kjær fyri rúgvismikla arbeiðið hesi mongu árini – og hon fegnaðist í sama viðfangi um, at hann kortini framhaldandi verður ráðgevi hjá Oyggaleikafyrireikingarnevndini.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 06. mai 2024
-
Vegir, brýr og bygningar skapa ikki í sjálvum sær býin, um ikki sosial umsorgan og kærleiki til sjálvt menniskjað leggur gróðrarbotn fyri trivnaðinum.
Frelsunarherurin sær einstaka menniskjað sum eina heild, við likamligum, sálarligum og sosialum tørvi, sum hongur saman, og tí hevur Frelsunarherurin frá byrjan javnsett kristniboðan og næstrakærleika sum tvær síður av somu søk.
Frelsunarherurin var altíð mitt í okkara lítlu verð, sum ikki rakk serliga langt út um miðbýin. Vit vóru ongantíð so langt burtur, at vit ikki hoyrdu Kalla blása í trompetina. Vit spældu í túninum hjá Frelsunarherinum og tónleikur og sangur dró okkum innar á ungdómsmøti og til onnur tiltøk.
Gjøgnum allan uppvøksturin og alt mítt vaksna lív hevur Frelsunarherurin verið ein føst býarmynd á ólavsøku, vanligar sunnudagar og til onnur átøk. Og vit báðir Njál hava havt tað til felags, at vit onga ólavsøku hava lagt burturímillum í meira enn hálva øld.
Kenslan av at vera niðri í býnum til høgtíðir, stevnur og vanlig vikuskifti er óloysiliga knýtt at hjáveru Frelsunarhersins. Frelsunarherurin hoyrdi til. Njál hoyrdi til. Sálarhitin ein kendi, tá hornorkestrið í marsjtakt fyri fullum drøni kom blásandi sálmin "Breiðið krossins merki út" oman á Vaglið, og mann kendi seg upplyftan og sum part av hægri eind.
So mong okkara hava upplivað og ruddiliga staðfest, at hjá Frelsunarherinum lekur ikki millum teori og praksis, tí her eru teori og praksis so óloysiliga knýtt saman: Frelsunarherurin boðar ikki bara gleðiboðskapin, men livir hann í praksis, persónliga og sosialt.
Njál leitaði sær íblástur frá teimum fyrstu kristnu, og heilt uttan at gera mannamun grundaði hann alt sítt virki á, at øll menniskju eru skapt av Gudi og tí hava friðhalgað virði. Tí hevur Frelsunarherurin boðið høgum sum lágum ‘suppu, sápu og sálarbót’, sum tikið verður til.
Og vit mugu staðfesta, at grundleggjandi tørvir mugu nøktast, fyri at røkka menniskjum við tí góða boðskapinum. Tann svangi fær at eta. Tann kaldi fær hita, og tann nakni verður ílatin. Tann einsami fær vinir og umsorgan.
Sterkast í minninum hjá teimum flestu stendur Njál Mackay Djurhuus sum klára røddin við tí einfalda boðskapinum, sum í fleiri enn fimti ár ólavsøkukvøldini við stórari áhoyrarafjøld skar seg gjøgnum levint og gang frá veitsluhaldinum á Vaglinum.
Fá hava útint tað, sum Njál og konan Erna lítillátin og eyðmjúk hava megnað. Tey halgaðu lívið til Frelsunarherin og virkaðu mesta av teirra virkna lívi fyri Fyrlyset í Urtegata í Oslo í arbeiði fyri heimleys, drykkjufólk og narkomanar.
Fyri virki teirra vórðu tey heiðrað við gullheiðursløn Harald kongs. Bøkur eru skrivaðar um tey á norskum og føroyskum. Í Havnini er Frelsunarherurin framvegis ein virkin partur av trúar- og mentanarlívinum og virkin í ólavsøkuni.
Kona Njál, Erna, andaðist í 2016. Á ólavsøku 2021 fekk Njál viðurkenning frá Tórshavnar býráð fyri trúfasta tænastu. Í grundgevingini varð sagt, at Njál er ímyndin av verja teirra veiku.
Njál hevur livað sína trúgv millum fólk á lívsins skuggasíðu. Við súpan, einum breyðbita, klædnavaski og hita, tí góða orðinum og umsorgan í yvirmát, hava Njál og Erna veitt teimum allarveikastu linna og troyst í neyðini.
Stórur saknur verður í Njál, ikki bara á ólavsøku, men yvirhøvur. Vit fara eisini at sakna hann at støkka inn á Ráðhúsið til eitt hugnaligt prát. Máttu øll tit mongu avvarðandi funnið ugga og troyst.
Friður veri við minninum um Njál Mackay Djurhuus.
Heðin Mortensen
borgarstjóri
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 06. mai 2024
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald