Lat aftur Yvirlit list articles in edition

Leygardagur 18. mai 2024 | Nr. 20 | Árgangur 5 | Kr. 0,00

Hetta er løgmaðurin, sum veljarin ynskir

SíÐa 2

1 Leygardagur 18. mai 2024

Góðan lesihug og gleðiliga hvítusunnu

Nýggj útgáva hvønn leygarmorgun kl. 7

Oddagrein

Ein fólkaræðisligur trupulleiki

Tað, sum hendi á Føroya løgtingi í sambandi við atkvøðugreiðsluna í málinum um broytingar í fosturtøkulógini, vísir, at politiska skipanin hevur ein fólkaræðisligan trupulleika.

Tí nú vísir tað seg, at tað var tilvildin, sum ráddi, tá tað vísti seg, at tað ikki var meiriluti fyri uppskotinum hjá Bjarna Kárason Petersen, tá atkvøtt varð um málið mikukvøldið.

Í fyrstu atløgu undraðust vit á, at tvey av teimum trimum tingfólkunum hjá Framsókn atkvøddu ímóti og harvið – óvæntað fyri tey flestu – vóru tey, sum feldu uppskotið hjá sínum egna landsstýrisumboði.

Hetta er ein ovurstórur trupulleiki fyri Framsókn, ið hevur sagt seg vera einasta veruliga liberala flokkin í føroyskum politikki. Tað er hann ikki longur, tí tað er ikki liberalur politikkur at sýta kvinnuni fult ræði á egnum kroppi.

Tá tað er sagt, so høvdu hesi bæði tingfólkini sín rætt til at atkvøða ímóti, tí tað eisini í Framsókn var avtalað, eins og hinum flokkunum, at tinglimirnir vóru frítt stillaðir at atkvøða eftir teirra sannføring, tí talan er um eitt sokallað etiskt mál.

Trý tingfólk vóru ikki til staðar í tingsalinum, tá atkvøtt var hetta kvøldið. Ein teirra var tingmaður fyri Tjóðveldi, sum ikki fekk verið á tingi henda dagin. Hesin tinglimurin hevði gjørt eina sokallaða ‘clearing’-avtalu við ein tinglim, ið hevði ‘øvugtan’ hugburð til lógaruppskotið. Hesin tinglimur, umboðandi Fólkaflokkin, fór tí úr tingsalinum tá atkvøðast skuldi.

Harvið fekk tað ikki ávirkan á atkvøðugreiðsluna, at Erling Eidesgaard ikki kundi vera til staðar.

Hin tinglimurin, ið barst undan at vera til staðar hetta kvøldið, var Kaj Leo Holm Johannesen, fyrrverandi løgmaður, og tingmaður fyri Sambandsflokkin, sum sostatt gjørdist orsøkin til, at atkvøðugreiðslan endaði javnt og málið harvið fall.

Men eftir tingfundin upplýsir fyrrverandi løgmaður, at hann hevði atkvøtt fyri uppskotinum, um honum ikki barst undan at møta av heilsuávum.

Við útvarpið í gjár greiddi hann frá, at hann hevði roynt at gjørt eina clearing-avtalu, men at tað ikki var eydnast honum.

Og her er tað, at ‘fólkaræðisliga ketan leypur av’.

Tí hvør er tað, sum ikki vildi hava at atkvøðan hjá Kaj Leo skuldi telja? Tey nærmastu at spyrja hjá honum eru jú hansara egnu floksfelagar á tingi.

Sambandsflokkurin var klovin í spurninginum. Eyðdis Hartmann Niclasen og Johan Dahl atkvøddu fyri, meðan Bárður á Steig Nielsen, Helgi Abrahamsen, Magnus Rasmussen og Erhard Joensen atkvøddu ímóti.

Tað hevur tí verið ein av hesum trimum síðstnevndu, sum hava sýtt floksfelaganum, at fáa sína atkvøðu ‘clearaða’.

Hetta er illgrunasamt. Hesir tríggir menninir hava ikki viljað loyvt fólkaræðinum at virka. Teir vildu sleppa atkvøta ímóti uppskotinum heldur enn at ógilda sína egnu atkvøðu til frama fyri tí, ið hevði verið tað demokratiskt rætta, nevniliga, at gjørt eina ‘clearing-avtalu’ við partamannin til frama fyri fólkaræðinum.

Slíkur hugburður kann á ongan hátt vera til gagns fyri ein politiskan flokk, ið framvegis kallar seg liberalan í síni stevnuskrá.

SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

  • Blaðið

    Stovnað 2020

    Útgevari: Knassar

    Upplag: 6266

    Lisnar síður: 16929

    Dagført 10. hvørt sekund
  • Samband

    tel. 20 80 80

    [email protected]



    Ingi Samuelsen

    Redaktørur

    [email protected]

    tel. 22 22 73


  • Borgar Kristiansen

    Lýsingarráðgevi

    [email protected]

    tel. 23 66 01

2
Leygardagur 18. mai 2024

Hetta er løgmaðurin, sum veljarin ynskir

Meira enn ein fjórðingur av veljarunum vilja hava Bein Johannesen til løgmann – hann er nú betri umtóktur enn bæði Aksel V. Johannesen og Bárður á Steig Nielsen

(Mynd: Fólkaflokkurin)
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

Um føroyski veljarin einsamallur hevði sloppið at valt løgmann, so hevði Beinir Johannesen, verið løgmaður.

Ungi formaðurin hjá Fólkaflokkinum er í hvussu so er tann, sum flestu veljarar peika á, tá vit seta teimum spurningin um hvønn tey halda skal vera løgmaður eftir næsta løgtingsval.

Hetta vísir veljarakanningin, sum Spyr.fo gjørdi fyri Portalin í síðstu viku.

Ein góður fjórðingur av veljarunum, 25,9 prosent, peika á Bein Johannesen. Hetta er samstundis fyrstu ferð, at ungi formaðurin hjá Fólkaflokkinum er tann, sum hevur størst undirtøku millum veljararnar sum løgmansevni. Talan er um eina framgongd í undirtøku upp á 2,7 prosentstig í mun til kanningina, sum varð gjørd í februar mánaði.

Beinir Johannesen er sostatt farin fram um farbróðirin, Aksel V. Johannesen, formann Javnaðarfloksins, sum í nýggjastu kanningini fær undirtøku frá 25,5, sum eisini er ein lítil framgongd í mun til seinastu kanning av hesum slag.

Tað var annars formaður Sambandsfloksins, sum fekk størstu undirtøku á seinastu veljarakanningini, sum vit gjørdu í februar mánaði. Távar Bárður á Steig Nielsen best umtóktur við heili 28 prosentum av veljarunum. Nú er undirtøkan fallin til 22,6 prosent, sum peika á sambandsformannin sum løgmann.

Tað eru hesir tríggir menninir, sum eru teir mest viðkomandi, tá veljararnir verða spurdir um møgulig løgmansevni.

Hini forfólkini koma ikki nærhendis í undirtøku. 6,7 prosent peika nú á formann Tjóðveldis, Høgna Hoydal, 3,3 posent upp á Ruth Vang, forkvinnuni í Framsókn og 2,6 prosent á Jenis av Rana, formann Miðfloksins.

Hinvegin er tað ein rættiliga stórur partur, sum sigur seg vilja hava onkran annan løgmann, enn núverandi forfólkini, og eisini nógv, sum ikki vita hvat tey skulu svara. Ávikavist 13,4 og 13,8 prosent.


Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 18. mai 2024

3
Leygardagur 18. mai 2024

Tey klára seg undir miðal

Einans Sirið Stenberg og Djóni Nolsøe Joensen megna at halda seg á miðal - øll hini landsstýrisfólkini liggja undir miðal

Frá vinstru Dennis Holm, Djóni Nolsøe Joensen, Ingilín D. Strøm og Bjarni Kárason Petersen (Savnsmynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

Tey níggju landsstýrisfólkini, sum manna Føroya Landsstýri í løtuni hava ikki serliga gott umdømi millum fólkið.

Á veljarakanningini, sum Spyr.fo gjørdi fyri Portalin týskvøldið 7. mai, vórðu veljararnir eisini bidnir um at geva eina meting av hvussu tey halda, at landsstýrisfólkini hava staðið seg.

Svarmøguleikarnir vóru frá 1 (sera illa) til 5 (sera væl).

Taka vit øll níggju landsstýrisfólkini og rokna miðaltalið út fyri landsstýrið samlað, so er umdømi 2,6, altso væl undir miðal.

Frægast klára Sirið Stenberg og Djóni Nolsøe Joensen seg. Tey klára akkurát at halda seg á miðal, 3,0. Øll hini landsstýrisfólkini liggja undir miðal.

Teirra millum Ruth Vang, sum fyri knøppum ári síðani var millum teirra, ið kláraðu seg best. Hon fall frá 3,1 niður á 2,4 í kanningini í februar og liggur framvegis á 2,4 nú.

Martit Stórá fall seinast heilt niður á 2,2. Mett var, at báðar hesar landsstýriskvinnurnar tá vórðu revsaðar fyri verkfallið hjá sjúkrarøktarunum. Men mótsatt Ruth Vang, er umdømið hjá Margit Stórá nú kvinkað upp aftur á 2,5.

Næstbest umdømi í løtuni hava annars Bjarni Kárason Petersen og Aksel V. Johannesen, løgmaður. Teir liggja báðir á 2,8. Fyri løgmann er talan um eina lítla framgongd í mun til seinast, meðan Bjarni K. Petersen stendur í stað.

Ingilín D. Strøm liggur á 2,5 eins og Margit Stórá. Høgni Hoydal er eisini kvinkaður eitt sindur uppeftir, og liggur nú á 2,4 – á hædd við Ruth Vang.

Vánaligast umdømi hevur Dennis Holm. Hansara umdømi liggur á 2,1.

Um hugt verður eftir hvat veljararnir hjá samgonguflokkunum siga, so liggja øll uttan eitt av landsstýrisfólkunum á miðal ella haryvir. Dennis Holm fær bert 2,7 í umdømi frá samgonguveljarunum. Løgmaður er nógv best umtóktur framman fyri Sirið Stenberg og Bjarni K. Petersen.

Andstøðuveljararnir hava størst álit á Djóna Nolsøe Joensen, sum vær 2,8 í umdømi. Ringast umdømi hjá andstøðuveljarunum hava Ingilín Strøm 1,9, Høgni Hoydal 1,8 og Dennis Holm 1,7.

Havast skal í huga, at henda kanningin varð gjørd týsdagin í farnu viku. Havandi alt tað politiska rumblið, sum hevur verið í løgtinginum hesa vikuna, er hugsandi at úrslitið kundi verið øðrvísi, um spurninguri varð settur í hesi vikuni.




Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 18. mai 2024

4 Leygardagur 18. mai 2024

Sótu tigandi og atkvøddu móti sínum egnu

Tveir av trimum floksfeløgum hjá landsstýrismanninum við lógarmálum atkvøddu ímóti uppskoti hansara

Tingfólkini Hanna Jensen (t.v.) og Sólvit Nolsøe (t.h.) atkvøddu ímóti hóast floksforkvinnan, Ruth Vang, helt eina inniliga røðu á tingi fyri at stuðla uppskotinum hjá Bjarna K. Petersen (Savnsmynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

Hóast teirra egni landsstýrismaður átti uppskotið, og hóast forkvinnan í flokkinum helt eina inniliga røðu á tingi mikudagin fyri at stuðla landsstýrismanninum, so valdu tvey av teimum trimum tingfólkunum hjá Framsókn í dag at atkvøða ímóti lógaruppskotinum um broytingar í fosturtøkulógini.

Sólvit Nolsøe og Hanna Jensen atkvøddi ímóti uppskotinum hjá samgonguni meðan Karlot Hergeirsson atkvøddi fyri.

Tað, at Ruth Vang tók orðið fyri at vísa Bjarna Kárason Petersen, landsstýrismanni, sín stuðul, kom rættiliga óvæntað.

Tí tað er als ikki vanligt, at landsstýrisfólk blanda seg í viðgerðina av málum, sum ikki hoyra undir teirra egna málsøki.

Men í dag (mikudag, red.) helt Ruth Vang, eftir øllum at døma, í eginleikanum sum floksforkvinna, at neyðugt var at taka orðið.

Tað, sum ein kann undrast yvir er, at almenningurin fekk ikki at vita hví tvey tingfólk hjá Framsókn atkvøddu ímóti og harvið vóru við til at fella uppskotið hjá floksfelaganum.

Tey valdu nevniliga ikki at taka orðið tá málið var til viðgerðar.

Men tey vóru ikki tey einastu. Tveir javnaðarmenn atkvøddu eisini ímóti. Hendrik Old er ein teirra, og tað var væntað, tí hann hevur alla tíðina sagt seg vera ímóti uppskotinum.

Heldur óvæntað var tað, at Jóhannis Joensen atkvøddi ímóti. Serliga tí, at hann, eins og tey bæði í Framsókn, valdi ikki at taka orðið.

Hinumegin vóru tað eisini nøkur, sum atkvøddu “ímóti sínum egnu”, nevniliga Eyðdis Hartmann Niclasen og Johan Dahl úr Sambandsflokkinum, sum bæði atkøddy fyri uppskotinum meðan hini sambandsfólkini, sum vóru til staðar, atkvøddu ímóti. Eyðdis Hartmann Niclasen luttók í orðaskiftinum, men Johan Dahl valdi í hesum føri eisini at lata vera við at grundgeva fyri síni støðutakan.

Og so er tað Kaj Leo Holm Johannessen, sum kundi verið avgerandi atkvøðan. Hann valdi ikki at vera til staðar á tingfundinum.

Ein annar tingmaður, sum ikki var til staðar í dag var tjóðveldismaðurin Erling Eidesgaard, men hann hevði ‘clerað’ sína atkvøðu við Jacob Vestergaard úr Fólkaflokkinum, so at hetta ikki fekk ávirkan á atkvøðugreiðsluna.

Hesar innanflokka ósemjur fáa neyvan avleiðingar her og nú, tí breið semja var í flokkunum um, at talan er um eitt av hesum “etisku málunum”, har tað stendur løgtingslimunum frítt at taka støðu fyri ella ímóti.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 15. mai 2024

5

Størv

Tekniskur leiðari til Strandfaraskip Landsins

Meira Umsóknarfreist: 15. desember 2024

KT-mennari við royndum til Føroya Tele

Meira Umsóknarfreist: 08. desember 2024

Tannrøktari ella klinikkatstøðingur til Boyla

Meira Umsóknarfreist: 30. desember 2024

Løgfrøðingur til Fiskivinnu- og samferðslumálaráðið

Meira Umsóknarfreist: 01. januar 2025

Administrativ medarbetare till Nordisk Kulturfonds sekretariat i Köpenhamn

Meira Umsóknarfreist: 08. desember 2024

Seniorrådgivare till Generalsekreterarens kontor vid Nordiska ministerrådets sekretariat i Köpenhamn

Meira Umsóknarfreist: 15. desember 2024

Heilsuskúli Føroya søkir eftir sjúkrarøktarfrøðingi ella samsvarandi

Meira Umsóknarfreist: 30. desember 2024

Deildarleiðari til Terapideildina í Heilsu- og umsorganartænastuni

Meira Umsóknarfreist: 16. desember 2024

Djóralækni

Meira Umsóknarfreist: 08. desember 2024

Sølufólk til Byggivinnuna

Meira Umsóknarfreist: 16. desember 2024

Lastbilsmekanikara-lærlingur til Stórbilar

Meira Umsóknarfreist: 06. desember 2024

Roðin søkir eftir heilsurøktara til sambýlið Vesturskin á Toftum

Meira Umsóknarfreist: 12. desember 2024
6 Leygardagur 18. mai 2024

Miseydnaðist at cleara

Kaj Leo Holm Johannesen hevði annars atkvøtt fyri broytingum í fosturtøkulógini, sigur hann

Kaj Leo Holm Johannesen (Savnsmynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

At tingfólk gera avtalur um at cleara í ymsum málum, er púra vanligt, men tað lat seg eftir øllum at døma ikki gera hjá Kaj Leo Holm Johannesen tá atkvøðast skuldi um fosturtøku mikudagin.

Tingmaðurin hjá Sambandsflokkinum sigur við útvarpið, at hann ikki fekk verið í tingsalinum tá atkvøtt var, og hóast hann royndi at fáa eina clearing-avtalu í lag, bar hetta ikki til.

Málið fall við 15 fyri og 15 ímóti.

Kaj Leo Holm Johannesen sigur, at hann hevði atkvøtt fyri uppskotinum, og harvið hevði uppskotið hjá Bjarna Kárason Petersen verið samtykt.

Erling Eidesgaard úr Tjóðveldi var burturstaddur vegna sjúku í familjuni, og hann hevði clearað við Jacob Vestergaard úr Fólkaflokkinum.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 17. mai 2024

7 Leygardagur 18. mai 2024

Stovnarin skammast av flokkinum

Poul Michelsen er skelkaður um, at tingfólkini hjá Framsókn feldu uppskotið um fosturtøku

Poul Michelsen, fyrsti formaður í Framsókn og Ruth Vang, núverandi forkvinna (Savnsmynd: Ólavur Frederiksen / Faroephoto)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

- Eg eri skelkaður av, at tingfólkini hjá Framsókn feldu uppskotið. Eg má viðganga, at eg havi ligið vakin ein stóran part av náttini, tí eg skammaðist av Framsókn.

Tað sigur Poul Michelsen, stovnari og fyrsti formaður í Framsókn, í samrøðu við Frihedsbrevet.fo.

Uppskotið hjá Bjarna Kárason Petersen, landsstýrismanni úr Framsókn, um fría fosturtøku, var til aðru viðgerð í løgtinginum mikudagin. Uppskotið fall við 15 fyri og 15 ímóti.

Tveir av trimum tinglimum hjá Framsókn atkvøddu ímóti uppskotinum hjá partamanninum.

- Hetta tekur sjálvt grundarlagið undan Framsókn. Um Framsókn ikki verjir persónliga frælsið, so kunnu tingfólk í Framsókn akkurát tað sama melda seg inn í Fólkaflokkin. Hetta er ikki tann flokkurin, sum vit stovnaðu, sigur Poul Michelsen við Frihedsbrevet.fo.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 16. mai 2024

8 Leygardagur 18. mai 2024

HM-endaspælið glapp Føroyum av hondum

Eitt mál var munurin samanlagt. Í Skopje var hann tó heili átta mál. Føroyska avrikið var ikki nóg samansett, og har vantar ymiskt í at røkka hægri

So nær við men ikki nóg mikið. Á degnum var Norðurmakedónia greitt omaná. Partar av dystinum avgreiddi føroyska liðið ikki nóg væl (Mynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

Eitt mál. Tað var ikki størri munur enn so samanlagt. Norðurmakedónia var styrkismett og vit ikki. Tí er tað ikki óvæntað, at Norðurmaledónia vinnur seg víðari.

Tað er tó eitt vónbrot, tá Føroyar vunnu við heili sjey málum á Hálsi mikukvøldið. Tá kundu okkara vunnið uppaftur meira. Tað er sjálvandi lætt at siga nú, tá bert eitt mál restaði í. Tað, sum føroyingar kundu gera nakað við, var avrikið og spælið - ikki nakað við floglíkindi og onkrar dómaraavgerðir, ið fullu til heimaliðið. Onkrar lítlar slíkar vóru eisini á Hálsi. Tað var tó ógvusligari her í dag ímóti endanum, men tá hevði heimaliðið vunnið seg í støðuna at avgera.

Álopsspælið var til tíðir gott, og Mitrevski í málinum hevði bert fýra bjargingar. Heldur nógvar tekniskar villur/trok vórðu gjørd, og tað sást í fleiri støðum ein óvissa, tá okkara høvdu bóltin í álopinum. Tað gjørdi tað ikki seinast. Gamaní var trýsið øðiligt frá heimaáskoðarunum, men Føroyar áttu at gjørt nóg mikið av málum til at vinna samanlagt.

[object Object]
Norðurmakedónar sluppu at spæla hart og í hinum endanum langt álop (Mynd: Sverri Egholm)

[object Object]

Okkurt skal betrast í verjupartinum. Føroyar mangla altjóða hædd og tyngd har, og tað sæst aftur í dag. Tað var heldur lætt at skora ímóti okkum. Serliga var tað í fyrra hálvleiki, og strikuspælið var sum so ongantíð varð loyst. Føroysku málverjarnir høvdu samanlagt tíggju bjargingar - seks fleiri enn hjá mótsstøðuliðnum. Teir vita tó, at teir eiga nakrar afturat. Serliga var hetta uppá støður, har armurin var uppi, og ein/eingin avlevering eftir.

Norðurmakedónia var á odda við fýra málum í steðginum, og munurin var tann sami í seinna hálvleiki - pluss fýra til heimaliðið, sum kann fegnast um HM-pláss.

Føroyar eru í menning sum hondbóltstjóð. Hetta var ikki beinleiðis eitt afturstig, men ein góð áminning um, at nógv skal til. Tað kemur helst ikki ein líka góður HM-møguleiki um tvey ár, men tá er liðið - vónandi - sterkari. 

[object Object]

[object Object]Vónandi fáa Óli Mittún og liðfelagarnir fleiri endaspæl (Mynd: Sverri Egholm)

Seinni HM play-off dysturin
Boris Trajkovski leikhøllin, Skopje sunnudagin 12. mai
Norðurmakedónia - Føroyar: 34 - 26 (19-15)

Toppskjútti: Elias Ellefsen á Skipagøtu - 8 mál (5 brotskøst)

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 12. mai 2024

9 Leygardagur 18. mai 2024

Omanfyri 100 føroyskir fjepparar í Skopje

Gott lag undan avgerandi HM-dystinum. Løgreglufólk leiddu føroysku áskoðarnar í høllina

(Mynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Vit fylgdu føroysku áskoðarunum í Skopje frá Mariott gistingarhúsinum og til Boris Trajkovski leikhøllina, har ein øgiligur gangur var.

Sí allar myndirnar her

[object Object]

[object Object]

[object Object]

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 12. mai 2024

10 Leygardagur 18. mai 2024

Sjey íbúðir standa tómar í Streymnesi

Bústaðir hevur latið sjey íbúðir bygdar í Streymnesi, men tær standa tómar. Eingin vil búgva har - helst tí tað er ov dýrt

(Mynd: Eyðstein Zachariasen)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Umleið 12.000 krónur við streym og hita. Tað prísurin fyri eina 92 fermetra íbúð frá Bústaðir í Heinagerði í Streymnesi.

Eyðstein Zachariasen, býráðslimur í Sunda kommunu, ger vart við hetta í dag, tí íbúðirnar eru lidnar, men eingin áhugi er fyri at búgva har.

- Eg ringdi til Bústaðir í farnu viku og spurdi nær fólk kundu væntast flyta inn í grannalagið hjá okkum. Svarið í telefonini var, at tey høvdu verið gjøgnum øll fólkini á bíðilistanum, omanfyri 250 fólk, men eingin áhugi var at leiga íbúðirnar, og tí stóð verkætlanin í løtuni í einari bíðistøðu, sigur Eyðstein Zachariasen.

- Ein íbúð við tveimum kømrum kostar 10.990kr + 500kr í hita umframt sev rokningina um mánaðin. Also 11.500-12.000kr um mánaðin fyri eina íbúð í Streymnesi frá almenna Bústaðir. Sambært yvirlitinum á heimasíðuni hjá Bústaðir eru íbúðirnar í Streymnesi dýrari enn allar íbúðirnar, sum Bústaðir eigur í Tórshavn, skrivar Eyðstein Zachariasen.

Útvarpið visti á middegi at siga, at tey, sum standa á bíðilista hjá Bústaðir hava fingið boð um, at prísurin fer niður í 9.800 krónur umframt 500 krónur í hita og umframt streym.

[object Object](Mynd: Eyðstein Zachariasen)

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 17. mai 2024

11 Leygardagur 18. mai 2024

Maður í 50'unum læt lív í arbeiðsvanlukku

Arbeiðsvanlukka í Leirvík hóskvøldið.

(Savnsmynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Løgreglan fekk um 20-tíðina hóskvøldið boð um syrgiliga arbeiðsvanlukku í Leirvík. Ein maður í 50'unum varð funnin partvís undir einari gravimaskinu, sum varð koppað.

Vaktleiðarin á løgreglustøðini greiðir frá, at maðurin arbeiddi við einari gravimaskinu eini 200 metrar frá vegnum út móti Hagaleiti. Samband fekst ikki við mannin, og tá fólk fóru á staðið, varð hann funnin partvís undir maskinuni, sum varð koppað.

Alt varð sent á staðið, men tað var tíverri einki at gera.

Arbeiðseftirlitið varð eisini boðsent, og kannar tilburðin. Líkskoðan verður eisini gjørd.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 17. mai 2024

12 Leygardagur 18. mai 2024

Skjótt kunnu kommunur seta vakmyndatól upp

Uppskotið hjá Sambandsflokkinum kom sendandi ígjøgnum. Flestu samgongulimirnir atkvøddu fyri

Helgi Abrahamsen er umboð Sambandsfloksins í Rættarnevndini. Tað var Sambandsflokkurin, sum aftur legði uppskotið fyri Løtingið (Savnsmynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

Løgtingið samtykti hósdagin uppskotið frá Sambandsflokkinum um vakmyndatól og rættin hjá kommunum at nýta hesi á almennum plássum. Flokkurin legði eisini uppskotið fram í fjør. Tá var ikki meiriluti fyri tí, men nú er endaliga greitt, at tey flestu - eisini í samgonguni - 34u fyri hesum.

Av teimum 25 sum vóru í tingsalinum, tá uppskotið var til atkvøðugreiðslu í dag, atkvøddu 23 fyri. Bert tvey vóru ímóti.

Hetta fegnast Sambandsflokkurin um í skrivi.

Talan er um eitt uppskot til samtyktar. Lógin loyvir kommunum at seta upp vakmyndatól á serliga útsettum støðum í býarlívinum.

Sí eisini: Vakmyndatól kunnu skjótt gerast veruleiki

Seks av sjey í Rættarnevndini mæltu til at atkvøða fyri uppskotinum til samtyktar. Bert Steffan Klein Poulsen úr Miðflokkinum var ímóti vegna óvissu um fyrimunir og vansar og persónliga inntirivð í privatlívið, sum slík vakmyndatól kunnu geva.

Tað varð tó sligið fast í uppskotinum, at upptøkur skulu strikast eftir møguliga nýtslu. Tað er serliga fyri at hjálpa løgregluni við málum og fyri møguliga fyribyrging, at vakmyndatólini skulu nýtast. Tað vóru serliga løgreglan og Tòrshavnar kommuna, ið ynskti hetta ígjøgnum - serliga tí at nógv harðskapsmál hava verið um náttina í høvuðsstaðnum yvir longri tíð. 

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 16. mai 2024

13 Leygardagur 18. mai 2024

Sera langt millum partarnar

Arbeiðstakararnir siga at tað vóru nakrar fáar krónur um tíman, tey bóðu um. Arbeiðsgevararnir siga, at krøvini eru nógv størri enn vinnan tolir

Forfólkini í teimum fýra arbeiðarafeløgunum, sum eru í verkfalli. Frá vinstru Georg F. Hansen, Føroya Arbeiðarafelag, Heri Reynheim, Havnar Arbeiðarafelag, Jastrid Niclasen, Klaksvíkar Arbeiðskvinnufelag og Absalon Hanssen, Klaksvíkar Arbeiðsmannafelag
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

Tað er sera langt millum partarnar á arbeiðsmarknaðinum. Tað kom væl og virðiliga fram í útvarpssending, har Niels Winther, stjóri í Vinnuhúsinum, og Sonja Jógvansdóttir, samskipari hjá arbeiðarafeløgunum, vóru gestir í útvarpssendingini Breddanum.

Tey bæði kundu ikki koma so frægt, sum at semjast um, hvat semingsuppskotið snúði seg um.

Hetta helst tí, at arbeiðsgevarin royndi at lýsa lønarkrøvini í prosentum, meðan arbeiðstakarin ikki vildi fyrihalda seg til prosentir, men einans um krónur og oyru.

Sambært Sonju Jógvansdóttir hevði kravið hjá arbeiðarafeløgunum verið “nakrar fáar krónur” upp á tímalønina, og hon segði seg ikki kunna skilja, at arbeiðsgevararnir ikki kundu ganga hesum kravi á møti, tá feløgini hava verið ógvuliga rímilig í teimum undanfarnu samráðingunum, og tey tímaløntu nú veruliga hava brúk fyri einum lønarlyfti eftir stóru inflasjónina, sum vit hava upplivað.

Niels Winther geriddi frá, at arbeiðsgevarafeløgini vrakaðu semingsuppskotið, tí at tað lá “langt omanfyri tað”, sum føroysku vinnufyritøkurnar megnaðu at rinda.

Tá Sonja Jógvansdóttir royndi at argumentera við teimum ovurstóru yvirskotunum og vinningsbýtinum, sum føroyskar vinnurfyritøkur eru komnar við í seinastuni, so grundgav Niels Winther við, at tað ikki bert eru tær stóru og sterku fyritøkurnar, sum hava tímalønt í starvi.

Tað eru fleiri fyritøkur, sum koma í vanda fyri at skula snara lykilin um, um arbeiðsgevararnir høvdu tinkið undir við semingsuppskotinum, vísti Niels Winther á, og nevndi í hesum sambandi flakavirkini sum dømi um fyritøkur, ið sigla í sera tungum sjógvi fyri tíðina.

Breddin kann hoyrast her

Sambært orðsskiftinum millum Sonju Jógvansdóttir og Niels Winther, so er onki sum týðir upp á, at partarnir fara at sessast aftur við samráðingarborðið fyribils. Til tess er og nógv, sum skilir partarnar.

Men fyrr ella seinni verða tey noydd til tað, spurningurin er bara hvussu langa tíð tað fer at taka.  

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 14. mai 2024

14 Leygardagur 18. mai 2024

Heita á fólk um ikki at keypa brennievni inn undir seg

Tað kann vera vandamikið at hava stórar nøgdir heima við hús ella á arbeiðsplássum, siga Arbeiðs- og brunaeftirlitið, Føroya Politi og kommunalu tilbúgvingarmyndugleikarnir

(Savnsmynd)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Nú verkfall er, hava Arbeiðs- og brunaeftirlitið, Føroya Politi og kommunalu tilbúgvingarmyndugleikarnir saman við oljufeløgunum staðfest, at sera nógv brennievni er keypt á bensinsølunum seinnu dagarnar.

Ábendingar er tískil um, at fólk og fyritøkur eru farin keypa inn undir seg, og at summi tískil hava størri nøgdir av brennievni heima við hús ella á arbeiðsplássum. Hetta er vandamikið, og kann elva til eldsbruna.

Fleir dømir eru eisini um, at brennievni er keypt uppí dunkar, kør og onnur líknandi hylkir, ið slettis ikki eru egnaði til at goyma ella flyta brennievni við.  

Í ringasta føri kann hetta elva til eldsbruna ella aðrar vandamiklar støður í sambandi við áfylling, flutning ella goymslu.

Myndugleikarnir skulu tískil heita á fólk um:

• Ikki at keypa brennievni inn undir seg, men at keypa sum vanligt.
• Virða avmarkingarnar sum oljufeløgini seta fyri sølu.

• Einans at keypa brennievni í dunkar og tangar, ið eru góðkendir til endamálið.

• Ikki at flyta meira enn 20 litrar av brennievni í akførum, ið ikki eru góðkend til endamálið.

• Ikki at goyma størri nøgdir av brennievni heima við hús, á arbeiðsplássinum ella t.d. viðførisrúminum á akførum.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 15. mai 2024

15 Leygardagur 18. mai 2024

Havnafólk vilja av við rusk áðrenn verkfallið

Køin at sleppa av við rusk á brennistøðini á Hjalla var kilometrar lang

 
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Frá Hjalla og allan vegin eftir Hvítanesvegnum var lang bíðirøð av bilum í týskvøldið.

Flestu teirra ætla sær í Endurnýtsluna á Hjalla at sleppa av við ruskið áðrenn brennistøðin stongdi klokkan 21.

Tórshavnar kommuna hevur boðað frá, at eingin ruskinnsavning er meðan arbeiðarafeløgini eru í verkfalli.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 14. mai 2024

16 Leygardagur 18. mai 2024

Arbeiðarafeløg: Verkfallið fevnir um øll arbeiðsøki

Tey seinastu 40 árini hava 4 verkføll verið hjá arbeiðarafeløgunum. Hesi verkføll fevndu um øll arbeiðsøki hjá privatum; landi og kommunum. Sami leistur verður brúktur hesaferð, siga arbeiðarafeløgini

(Savnsmynd: Hagstovan)
SkrivaÐ:

Alda Nielsdóttir

Ósemja er um, hvørt verkfallið, sum skal byrja á midnátt mánakvøldið, eisini rakar landið og kommunurnar.

Sambært lønarstjóranum hjá Fíggjarmálaráðnum, og Kommunala Arbeiðsgevarafelagnum, rakar verkfallið ikki sáttmálaøkið hjá landi og kommunum, men tey fýra arbeiðarafeløgini – Føroya Arbeiðarafelag, Havnar Arbeiðarafelag, Klaksvíkar Arbeiðskvinnufelag og Klaksvíkar Arbeiðsmannafelag - eru ikki samd í hesum.

Arbeiðssteðgurin fevnur um allar limir og øll arbeiðsøki, sum feløgini umboða, siga feløgini.

– Tey seinastu 40 árini hava 4 verkføll verið hjá arbeiðarafeløgunum. Hetta var í 1985, 1987, 2001 og 2003. Hesi verkføll fevndu um øll arbeiðsøki hjá privatum; landi og kommunum.  Sami leistur verður brúktur hesaferð, siga tey.

Tað var um middagsleitið í gjár, at arbeiðarafeløgini boðaðu frá, at tey fara í verkfall frá á midnátt mánakvøldið.

Í yvirlýsing frá feløgunum verður sagt, at verkfallið fevnur um allar limir og øll arbeiðsøki, sum feløgini umboða. M.a. arbeiðsfólk á fiska-, uppisjóvar- og alivirkjum, byggivinnu, vaskifólk, bussførarar, lossarar, vaktarfólk, jørð- og betongarbeiðarar, reinhaldið og ruskinnsavnan, rottangabilaførarar, lastbila-, trailara- og tangabilaførarar, veg-, havna- og tunnilsarbeiði, heilsølu- og lagurarbeiðarar, hotell- og matstovuvinnuna, arbeiðsfólk hjá landi og kommunum, vaskfólk hjá landi og kommunum uttanfyri havnina.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 12. mai 2024

17 Leygardagur 18. mai 2024

Heita á ferðafólk um bara at hava hondviðføri

Ferðafólk hjá Atlantsflogi vera ávirkað av verkfallinum

(Savnsmynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Atlantic Airways er ávirkað av verkfallinum hjá arbeiðarafeløgunum, sum kemur í gildi á midnátt mánadag. Flogfelagið sigur í kunning til síni ferðafólk, at eitt nú kann roknast við longri avgreiðslutíð í trygdareftirlitinum.

Eisini vera ferðandi biðin um bert at hava viðføri at skriva inn, um tað er neyðugt.

Umborð á flogførunum verður kaffi, te og vatn bjóðað ókeypis, men hvørki matur ella nakað leskandi verður selt, meðan verkallið er.

[object Object](Savnsmynd: Sverri Egholm)

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 13. mai 2024

18 Leygardagur 18. mai 2024

Strandferðslan fingið undantaksloyvi at flyta ferðafólk við ferjunum

Strandferðslan hevur fingið undantaksloyvi at avgreiða siglingina við ferðafólkum sum vant, men farmaflutningur við ferjunum er tó fyribils umfataður av verkfallinum

(Savnsmynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Strandfaraskip Landsins: Arbeiðarafeløgini, ið eru í verkfalli, hava játtað Strandferðsluni undantaksloyvi at avgreiða siglingina við ferðafólkum sum vant. Strandferðslan fær ítøkiliga undantaksloyvi til at loysa og binda skipini, hava vaktarhald um náttina, vaska umborð og bunkra olju.

Við støði í undantaksloyvunum fer Strandferðslan tí at røkja siglingina á oyggjaleiðunum eftir vanligu ferðaætlanunum. Farmaflutningur við ferjunum er tó fyribils umfataður av verkfallinum, og farmastøðirnar hjá Strandferðsluni avgreiða tí ikki farm.

Sambært arbeiðarafeløgunum er koyringin hjá Bygdaleiðum, sum í mong ár hevur verið útveitt til privatar busseigarar, umfatað av verkfallinum. Strandferðslan hevur grundað á sáttmálarnar við busseigararnar heitt á hesar um at siga frá, hvørjar farleiðir møguliga ikki koyra orsakað av verkfallinum, og hvørjar møguliga koyra. Nærri boð um hetta verða givin á www.ssl.fo og umvegis sms-skipanina.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 13. mai 2024

19 Leygardagur 18. mai 2024

Nýtt slag av snultisoppi funnið í Føroyum

Ein av soppunum í sjónvarpsrøðini ”The last of us” er staðfestur á Velbastað

 
SkrivaÐ:

Innsent

Snultisoppaslagið ’Ophiocordyceps gracilis’ er nýtt soppaslag í Føroyum. 

Nýggja slagið av soppi var funnið á árliga ruddingardegnum á Velbastað um vikuskiftið. Plantufrøðingurin á Tjóðsavninum, Kolbrún í Haraldsstovu, sum býr í bygdini, gekk og tók rusk upp framvið vegnum og hevði sjálvandi eitt vakið eyga við tí, sum vaks rundanum. Á bønum beint oman fyri vegin stakk soppaslagið seg upp í mosalendinum umleið 3 cm til longdar.

Í samstarvi við Thomas Holm Carlsen, lívfrøðing frá Norska stovninum, NIBIO, var staðfest, at talan er um eitt slag av soppi, sum ikki er staðfest í Føroyum áður.

Ophiocordyceps gracilis’ er í familju við somu soppasløgini, sum hava givið íblástur til væl umtøktu sjónvarpsrøðina ”The last of us”. Ein røð, sum er um sombifiserað menniskju feingin av soppi, tó snultar hetta soppaslagið bert ormveruna hjá náttfirvaldi. Soppaslagið er skrásett ymsastaðni í Skandinavia, tó er lítil vitan um útbreiðsluna og lívfrøðina av hesum soppaslagi.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 15. mai 2024

20 Leygardagur 18. mai 2024

Heðin Mortensen bjóðar Nato at byggja flogvøllin

Sambært borgarstjóranum er tørvur á 3.000 metra longum flogvølli í Føroyum, og slíkur kann einans byggjast á Glyvursnesi, sigur hann í samrøðu við íslendska stjónvarpsstøð

(Savnsmynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

Heðin Mortensen, borgarstjóri í Havn, bjóðar nú Nato at byggja nýggan flogvøll í Føroyum.

Tað sigur hann í samrøðu við íslendska sjónvarpsrásina Stöð 2.

Í samrøðuni vísir Heðin Mortensen á, at verandi flogbreyt í Vágum er ov stutt og kann ikki leingjast. Hinvegin er møguleiki fyri at leggja eina 3.000 metra langa flogbreyt á Glyvursnesi, sum kann taka ímóti nógv størri flogførum.

Ætlanin hjá Heðini Mortensen er at bjóða Nato at byggja nýggja flogvøllin í Tórshavnar kommunu.

Borgarstjórin grundar hetta við, at virksemið hjá Nato í Føroyum er økt hesa seinastu tíðina, nú Nato-kavbátar javnan vitja í fjørðinum og ætlanir eru um at byggja radarstøð eisini.

[object Object]

Tað heldur hann vera eitt gott útgangsstøði til at fara undir samráðingar við Nato og bjóða verjufelagsskapinum at byggja flogvøll á Glyvursnesi.

- Vit skulu hava góðar samráðingar (við Nato, red.). Vit hava øll kort í hondini. Ger so væl. Nakað fyri nakað. Tit fáa lufthavnina – tit betala, sigur Heðin Mortensen við Stöð 2. Innslagið sæst herundir.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 15. mai 2024

21
Leygardagur 18. mai 2024

Bakkanes klassað hjá Mest

Bakkanes virkar sum tænastuskip hjá Bakkfrosti í Skotlandi

(Mynd: Torleif Johannesen / Sjómansmissiónin)
SkrivaÐ:

Føroyska Sjómansmissiónin

Tað var í juni 2021, at Bakkanes, hjá Bakkafrosti, kom til landið. Eftir at verða umbygt, hjá Mest á Skála, til tænastuskip í alivinnuni, fór tað á heystið 2021 til Skotlands, har tað síðani hevur arbeitt í alivinnuni hjá Bakkafrosti. Síðstu vikurnar hevur skipið ligið aftur hjá Mest á Skála, har ymiskt viðlíkahald er gjørt.

- Vit eru í Føroyum við Bakkanesi, tí skipið skuldi klassast. Samstundis er ymiskt viðlíkahald gjørt og onkrar smávegis broytingar, so skipið verður uppaftur betri egnað til arbeiðið, sigur skiparin John Elias Jacobsen.

[object Object](Mynd: Torleif Johannesen / Sjómansmissiónin)

- Bakkanes veitir ymiskar tænastir til alivinnuna, so sum at sigla við nótum, sleipa ringar og flakar og so avlúsa vit eisini. Um næturnar liggja vit ofta uppankraðir, tí havnirnar í Vesturskotlandi eru smáar, og so er stórur munur á flóð og fjøru. Tá er tað høgligari at liggja uppankraðir, sigur hann.

- Vit vóna at vera klárir at fara aftur til Skotlands um eina góða viku. Vit eru 9 mans umborð í senn og tvær manningar hoyra til skipið. Vit eru umborð í 5 vikur og hava so frí í 5 vikur, og eg haldi menn dáma tað væl, sigur John Elias Jacobsen.

Sjómanstrúboðarin vitjaði umborð á Skála og heilsaði uppá manningina.

Tíð var eisini til drekkamunn, prát, Guds orð og bøn.

Teimum umborð á Bakkanesi, og sjófólkinum annars, verður ynskt Guds signing og varðveitslu.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 14. mai 2024

22
Leygardagur 18. mai 2024

- Tú gloymir ikki angan av røstum fiski

Nøkur ár síðani vit høvdu nakað skip úr Føroyum her, men tú gloymir ikki angan, sigur Scrabster Seafoods

(Mynd: Scrabster Seafoods Ltd)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Vesturvarði landaði mikudagin 65.000 pund av toski í Scrabster. Sum skilst er verkfallið orsøkin til, at landað verður í Skotlandi.

Scrabster Seafood Ltd hevur lagt myndir út av bryggjuni, og umborð síggjast allar greipurnar sum hanga á dekkinum.

- Tað eru nøkur ár síðani vit høvdu nakað skip úr Føroyum her, men tú gloymir ikki angan av røstum fiski, siga teir hjá Scrabster Seafood Ltd.

[object Object](Mynd: Scrabster Seafoods Ltd)

[object Object](Mynd: Scrabster Seafoods Ltd)

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 15. mai 2024

23 Leygardagur 18. mai 2024

Landsstýrið tikið meira enn eina milliard í láni

Hetta er við at selja lánsbrøv í Føroyum og uttanlands. Lánið er tikið fyri at rinda aftur eitt lán, sum fellur til gjaldingar í næsta mánaða. Nýggja lánið fellur til gjaldingar um fimm ár

Savnsmynd: Sverri Egholm
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

Føroya Landsstýri tók í vikuni eitt lán á 1,1 millard krónur. Hetta er við at selja lánsbrøv í Føroyum og uttanlands.

Landsbanki Føroya skrivar, at lánið er tikið fyri at rinda aftur lán, sum fellur til gjaldingar 2. juni.

Nýggja lánið er eitt 5-ára standandi lán, sum fellur til gjaldingar 24. mai 2029. Áljóðandi rentan er 3,25 prosent. 

- Rentustøðið er hækkað nógv síðani juli 2022, og tað merkir eisini at landskassin skal rinda meira fyri síni lán. Tó er rentan eitt vet lægri enn rentan fyri lánið, sum varð tikið í juni í fjør. Áljóðandi rentan á tí láninum er 3,625 prosent, samanborið við 3,25 prosent fyri lánið, sum landsstýrið tók í gjár, skrivar landsbankin.fo.

Tað eru Landsbanki Føroya og Nordea Bank, sum hava fyrireikað lántøkuna. Sambært Landsbankanum gekk sølan av lánsbrøvunum skjótt og væl. Eftirspurningurin eftir landskassans lánsbrøvunum var eisini munandi størri, enn tann upphæddin ið tørvur var á.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 15. mai 2024

24 Leygardagur 18. mai 2024

Húsaprísirnir í miðstaðarøkinum standa í stað

Prísirnir lækka í størru bygdunum og hækka í teimum smæðstu, skrivar Landsbankin

 
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

Í miðstaðarøkinum vóru sethúsaprísirnir óbroyttir í 2023 í mun til 2022, meðan inntøkurnar eru vaksnar eitt vet. Miðalvøksturin hevur annars verið um 10 prosent árliga í árunum 2018 til 2022. Í størru bygdunum eru sethúsaprísirnir lækkaðir við fimm prosentum í 2023, meðan ein hækking á góð átta prosent var í smærru bygdunum og ein lækking á 20 prosent í Suðuroy/Sandoy í 2023 í mun til árið fyri.

Væntandi hava mongu rentuhækkingarnar seinastu tvey árini elvt til eitt størri varsemi hjá húsarhaldunum. Liggitíðin áðrenn sethúsini vórðu seld, longdist í 2022 og 2023, og útboðið av sethúsum minkaði. Harafturat herdu bankarnir krøvini til tiltøkupeningin, tá ið inflasjónini byrjaði at veksa, ið, saman við rentuhækkingunum, hevur verið við til at halda sethúsaprísunum niðri.

Skuldi økta rentustøðið elvt til lægri sethúsaprísir, er tað ikki ein trupulleiki í sjálvum sær, uttan so at tað førir til tap í føroysku bankunum ella til eina stóra lækking í nýtsluni hjá húsarhaldunum, sum kann ávirka realbúskapin.

Flestu húsarhaldini eru tó sambært føroysku bankunum væl fyri fíggjarliga; tey gjalda skuld niður, eftirstøðurnar eru ikki fleiri enn vanligt, og tey biðja ikki um skáar í størri mun, enn vanligt. Harumframt tykist eftirspurningurin eftir bústøðum framvegis at vera størri enn útboðið, og tað togar prísin uppeftir.   

Kelda: Landsbanki Føroya

[object Object] 

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 13. mai 2024

25 Leygardagur 18. mai 2024

Petur Larsen yvirskot í 2023

Frá einum undirskoti upp á 9,5 mió krónur í 2022 er tað eydnast at koma út við einum yvirskoti upp á 823.000 krónur í fjør

Rógvi Róin er stjóri í Petur Larsen (Savnsmynd: Jens Kr. Vang)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Ársroknskapurin hjá Peturi Larsen fyri 2023 vísir ein positivan vøkstur, sum nevnd og leiðsla eru nøgd við. Ársúrslitið vísir eitt yvirskot á 823.000 kr aftan á skatt og eina positiva eginogn, sum er ein týðilig betran av úrslitinum í 2022.

- Vit eru sera væl nøgd við úrslitið fyri 2023. Úrslitið vísir, at vit kunnu laga okkum eftir umstøðunum og seta í verk neyðugar broytingar fyri at tryggja eina støðuga og positiva menning av felagnum, sigur Hjalmar Petersen, nevndarformaður.

Broytingarnar, sum vórðu gjørdar í 2023, fyri at venda negativu gongdini hava havt avgerandi ávírkan á rakstur felagsins. Frá einum undirskoti á 9,5 mió krónur í 2022 er tað eydnast at koma út við einum yvirskoti í 2023. Úrslitið prógvar, at sparingarnar, sum vórðu framdar í bæði rakstrar- og lønarútreiðslunum saman við øktum fokusi á sølu av kjarnuvørum felagsins, sum eru tímar, eykalutir og maskinur, hava riggað.

Framtíðarvøkstur og full bíleggingarbók
Seinastu mánaðirnar er virksemið felagsins økt nógv, og bíleggingarbókin er um at verða full til tað, sum eftir er av árinum. Stóri eftirspurningurin eftir tænastunum hjá Peturi Larsen, bæði her heima og í útlandinum, saman við menningarverkætlanum, sum eru í gongd, eru við til at tryggja vøkstur og framgongd felagsins.

Nýggjur íleggjari
Í januar eydnaðist at fáa íleggjarar í móðurfelagið. Norðoya Íløgufelag setti pening í móðurfelagið.

- Vit er fegin um áhugan frá íleggjarum at gera íløgur í felagið. Hetta er týðiligt tekin um álit á okkara starvsfólk, ætlanir og framtíðar vakstrar- og menningarmøguleikar, leggur nevndarformaðurin afturat.

Umframt Hjalmar Petersen nevndarformann, sita Ben Arabo, Andras Róin, Jens Poulsen, Atli Larsen og Rógvi Róin í nevndini hjá Petur Larsen.

Eigarar í Petur Larsen eru RR Holding, AL Holding og Framtak.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 17. mai 2024

26 Leygardagur 18. mai 2024

Anja Magnussen nýggjur ferðavinnumennari hjá Visit Vágar

Hjá Visit Vágar fer Anja at hava ábyrgd av ymiskum menningarverkætlanum – hon er 28 ára gomul og hevur eina bachelor í samskifti og talgildum miðlum, umframt ein kandidat í samskifti

(Mynd: vaga.fo)
SkrivaÐ:

Alda Nielsdóttir

Menningarstovan Visit Vágar hevur sett Anju Magnussen í starv sum ferðavinnumennari, og hon hevði sín fyrsta starvsdag týsdagin 7. mai.

Anja er 28 ára gomul og er ættað úr Sørvági. Hon hevur eina bachelor í samskifti og talgildum miðlum, umframt ein kandidat í samskifti frá Aalborg Universitet.

Anja er komin úr einum starvi við ábygd fyri innanhýsis burðardyggari menning hjá landbúnaðarfyritøkuni AGRI NORD. Harumframt hevur hon drúgvar starvsroyndir frá sølu- og kundatænastudeildini hjá Atlantic Airways, skriva Sørvágs kommuna og Vága kommuna.

Hjá Visit Vágar fer Anja at hava ábyrgd av ymiskum menningarverkætlanum. Visit Vágar arbeiðir eftir eini strategi um at menna ferða- og upplivingarvinnuna í økinum burðardygt sosialt, umhvørvisliga og fíggjarliga, við tí endamáli, at sum mest liggur eftir í lokaløkinum. Í tí liggur eitt nú at taka stig til, kveikja og leggja lag á at menna nýggjar og verandi tænastur og upplivingar í økinum, og støðugt dagføra og nútíðargera hættir at samskifta og marknaðarføra. Her koma fakligu førleikarnir og starvsroyndirnar hjá Anju til sín rætt, og við hennara hollari vitan í burðardygd ætlar hon at leggja dent á at menna ferðavinnu økið við einum burðardyggum sjónarmiði.

Visit Vágar er eitt samstarv millum Vága kommunu og Sørvágs kommunu.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 11. mai 2024

27 Leygardagur 18. mai 2024

Føroyska sjálvstýrið er ikki í andsøgn við grundlógina

Tað er niðurstøðan í eini grein í vísindaliga tíðarritinum Perspectives on Federalism, sum José María Lorenzo Villaverde, ph.d. í løgfrøði og granskari á Syddansk Universitet, hevur skrivað

(Savnsmynd)
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Hóast Danmark sambært grundlógini er ein eindarstatur, eru føroysku og grønlendsku sjálvstýrisskipanirnar ikki í andsøgn við grundlógina. Tað er niðurstøðan í eini grein í vísindaliga tíðarritinum Perspectives on Federalism, sum José María Lorenzo Villaverde, ph.d. í løgfrøði og granskari á Syddansk Universitet, hevur skrivað.

Greinin er úrslit av granskingarverkætlan um skipan av lóg og stovnum í Føroyum í sambandi við yvirtøkur innan ríkisfelagsskapin, sum Granskingarráðið hevur stuðlað.

Fleiri donsk vísindafólk hava sett spurnartekin við stjórnarrættarliga rótfestið hjá sjálvsstýrisskipanunum. José María Lorenzo Villaverde førir í grein síni fram, at einki stendur í grundlógini um sjálvstýrisskipanirnar, ið eru mentar parallelt við grundlógina, men ikki í stríð við hana. Hesar skipanir eru partur av eini stjórnarrættarligari rammu ella "stjórnarrættarligum blokki" í Danska Ríkinum, ið útihýsir møguleikanum fyri, at Fólkatingið einsamalt kann avtaka tær.

Verður ivi reistur um stjórnarrættarligu støðuna hjá føroysku og grønlendsku sjálvstýrisskipanunum, verður neyðugt fyrst at gera av, hvussu skipanirnar skulu endurskoðast. Í greinini verður farið niður í spurningin um, hvør hevur myndugleika at tulka donsku stjórnarskipanina, tá grundlógin ongar ásetingar hevur um tulking av lógini.

Greinin í Perspectives on Federalism hevur heitið "The Unsettled Question of the Constitutional Framework and the Interpretative Authority in the Danish Rigsfællesskab" og kann frítt lesast her.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 11. mai 2024

28 Leygardagur 18. mai 2024

Triði Eurovision-sigurin hjá Sveis

Nemo, sum umboðaði Sveis við sanginum "The Code" vann leygarkvøldið ársins Eurovision sangkapping – favoritturin úr Kroatia gjørdist nummar tvey

 
SkrivaÐ:

Alda Nielsdóttir

Tað varð Nemo, sum umboðaði Sveis við sanginum "The Code" sum vann ársins Eurovision sangkapping í Malmö við 591 stigum.

Tá øll stigini frá teimum 37 dómsnevndunum vórðu kunngjørd, varð greitt, at Sveis hevði fingið 12 stig frá 22 av teimum, og hevði samanlagt fingið 365 stig. Nemo fekk síðani 226 stig frá hyggjarunum, sum var nóg mikið til at varðveita fyrstaplássið.

Kroatiski Baby Lasagna, sum luttók við sanginum "Rim Tim Tagi Dim", sum annars var favorittur, endaði á øðrum plássi við 547 stigum. Hann fekk tó flest stig frá hyggjarunum - 337.

Ukraina endaði á triðja plássi við 453 stigum, og Frakland og Ísrael endaðu sum nummar ávikavist fýra (445 stig) og fimm (375 stig).

Hetta var triði Eurovision-sigurin hjá Sveis. Landið vann allarfyrstu kappingina í 1956 við "Refrain" hjá Lys Assia, og í 1988 við "Ne Partez Pas Sans Moi", sum varð sungin av kanadisku songkvinnuni Céline Dion.

[object Object]

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 12. mai 2024

29 Leygardagur 18. mai 2024

USA leggur 100 prosent toll á kinverskar elbilar

Amerikanski forsetin Joe Biden hevur gjørt av at leggja 100 prosent toll á elbilar innfluttir úr Kina eins og leggja 50% á bæði battaríir og sólkyknur. 

 
SkrivaÐ:

Jan Müller

Tollurin skal hækka stigvíst yvir trý ár, men longu í ár byrja hækkingarnar at koma í gildi fyri bæði elbilar, sólkyknur, stál, aluminium og heilivágsútgerð. 

Tað var annars fyrrverandi forsetin Donald Trump, sum legði 25 prosent toll á elbilar úr Kina. 

Umboð fyri Biden fyrisitingina grunda avgerðina á, at Kina letur eitt nú bilídnaðinum almennan stuðul, nakað, sum undirgrevur marknaðin. Avgerðin hjá Biden er eisini ein roynd at verja amerikanskar arbeiðarar og menna ídnaðin í USA. 

Kina hevur longu svarað aftur og sigur, at Biden tekur hetta stigið sum part av sínum valstríði, og at Kina fer at svara aftur. 

[object Object]

Tað hevur annars leingi verið hildið, at almenna Kina stuðlar eitt nú framleiðsluni av elbilum og øðrum grønum vørum, og at hetta hevur eina ójavna kapping við sær. Lond í ES hava m.a. kravt, at ES svarar Kina aftur og setir toll á vørur úr Kina. Higartil hevur ES tó ikki tikið hetta stigið. 

Vørurnar, sum USA nú nær sagt brandtollar, eru í stóran mun tær, sum verða brúktar í grøna orkuskiftinum. Tvs. at Kina við at kunna selja eitt nú vindmyllur og sólpanel bíligari ger, at eisini Evropa og USA kunnu skunda undir grøna orkuskiftið skjótari enn um talan bara var at brúka egnar framleiddar og dýrari vørur. Nú verður gitt, at nýggi tollurin kann vera við til at steðga grøna orkuskiftinum í Vesturheiminum. Tvs. at hann bæði kann gerast ein fyrimunur og ein vansi fyri politikkin hjá Biden stjórnini.  

Í USA verður eisini víst á, at stóra menningin av tøkniloysnum í Kina kann gerast ein hóttan móti trygdini í Vesturheiminum. Eitt nú hevur verið víst á, at Kina í dag situr á meginpartinum av framleiðsluni av krittiskum ráðevnum, sum verða brúkt til at fremja grøna orkuskiftið. Her hevur eitt land sum Norra tikið málið í egnar hendur og hevur givið loyvi til námsvinnu á havbotninum eftir mineralum, sum skulu minka um innflutningin úr Kina. 

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 15. mai 2024

30 Leygardagur 18. mai 2024

Avtala gjørd um nýggja farstøð í Havn

Smyril Line tørvar størri goymslu og skrivstovuhøli, og Tórshavnar Havn tørvar betri og størri farstøð enn ta gomlu. Tí er avtala um samstarv gjørd

 
SkrivaÐ:

Alda Nielsdóttir

Smyril Line og Articon hava gjørt avtalu um at byggja farstøð.

Í nýggju farstøðini verða eisini pakkhús og skrivstovuhøli. Bygningurin fer at standa á molanum í Havn.

Smyril Line tørvar størri goymslu og skrivstovuhøli, og Tórshavnar Havn tørvar betri og størri farstøð enn ta gomlu. Tí er avtala um samstarv gjørd. Við hesi verkætlan vilja Smyril Line og Tórshavnar Havn í felag framtíðartryggja virksemið og veita føroyingum betri tænastu.

[object Object]

Nýggja farstøðin við goymslu og skrivstovum er tilsamans 7.389 fermetrar til støddar. Tollbygningur, langongubrúgv og innskrivarklivar eru eisini partar av verkætlanini og sostatt verður samlaða støddin 8.054 fermetrar.

Ráðgevarar í verkætlanini eru Arkitektar Henning Larsen, LBF Ráðgevandi verkførðingar, PBC og Verk.fo.

[object Object]

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 13. mai 2024

31 Leygardagur 18. mai 2024

Kristersson: Kjarnorkuvápn kunnu setast upp í Svøríki í krígstíð

Svenska stjórnin hevur gjørt greitt, at kjarnorkuvápn ikki eiga at verða sett upp í Svøríki í friðartíð – Men um kríggj verður hjá okkum, er tað ein onnur støða, sigur svenski forsætisráðharrin

(Mynd: EPA)
SkrivaÐ:

Alda Nielsdóttir

Svenski forsætisráðharrin, Ulf Kristersson letur upp fyri, at amerikonsk kjarnorkuvápn kunnu setast upp á svenskari jørð - men ikki í friðartíð.

Tað sigur hann í samrøðu við svenska útvarpið, sambært Ritzau.

– Men um kríggj verður hjá okkum, á okkara jørð, um onnur leypa á, so er tað ein heilt onnur støða.

Tá er hent hjá Nato at hava eina kjarnorkuparaply, sum eigur at vera í demokratiskum londum, so leingi sum Russland hevur kjarnorkuvápn, sigur hann.

Svenski forsætisráðharrin undirstrikar tó, at tað er Svøríki, sum hevur avgerðina, tá tað snýr seg um svenskt øki, og svenska stjórnin hevur áður gjørt greitt, at kjarnorkuvápn ikki eiga at verða sett upp í Svøríki í friðartíð.

Í juni skal svenska stjórnin taka støðu til eina hernaðarliga samstarvsavtalu við USA, sum gevur USA atgongd til 17 svenskar hernaðarstøðir.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 13. mai 2024

32 Leygardagur 18. mai 2024

Russland fær nýggjan verjumálaráðharra

Sergej Shojgu, sum hevur verið verjumálaráðharri seinastu 12 árini, verður skiftur út við varaforsætisráðharranum Andrej Belousov

Sergej Sjojgu og Vladimir Putin (Mynd: EPA)
SkrivaÐ:

Alda Nielsdóttir

Um vikuskiftið hevur russiski forsetin, Vladimir Putin boðað frá útskiftingum í stjórnini, og m.a. hevur Russland fingið nýggjan verjumálaráðharra.

Sergej Shojgu, sum hevur verið verjumálaráðharri í 12 ár, verður skiftur út við Andrej Belousov, sum hevur verið varaforsætisráðharri. Sergej Shojgu verður leiðari fyri russiska trygdarráðið í staðin.

Belousov verður ein sivilur verjumálaráðharri. Hann er útbúgvin búskaparfrøðingur, og sambært talsfólki hjá russisku stjórnini, Dmitrij Peskov, ynskir Putin ein verjumálaráðharra, sum er meira opin fyri nýskapan.

Russland nærkast somu støðu, sum Sovjetsamveldið var í miðskeiðis í 80unum, har 7,4 prosent av BTÚ varð brúkt til herin og rættarverjandi myndugleikar.

Tað er tí avgerandi at tryggja, at slíkar útreiðslur samsvara við áhugamálunum hjá Russlandi, sigur hann.

Mikhail Misjustin, sum hevur verið forsætisráðharri síðan 2020, verður verandi í embætinum, og tað verður uttanríkismálaráðharrin, Sergej Lavrov eisini, skrivar Ritzau.

Í farnu viku varð Putin fyri fimtu ferð tikin í eið sum forseti, eftir at hann vann forsetavalið í mars.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 13. mai 2024

33 Leygardagur 18. mai 2024

Robert Fico við at koma fyri seg aftur

Eftir drúgva skurðviðgerð sær út til at slovakiski forsætisráðharrin yvirlivir drápsroyndina

Slovakiski forsætisráðharrin verður fluttur úr tyrlu og á sjúkrahús til viðgerðar fyri skotløstir (Mynd: BBC)
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

Slovakiski forsætisráðharrin, Robert Fico, er við vit aftur eftir at hava ligið á skurðborðinum í fleiri tímar. Tað boða slovakiskir miðlar frá sambært dpa tíðindastovuni.

Tíðindastovan vísir eitt nú til sjónvarpsstøðina TA3 og blaðið Dennik. Tey vita tó ikki meira at siga um støðuna hjá forsætisráðharranum.

59 ára gamli Robert Fico var mikudagin mál fyri einari drápsroynd.

Les eisini: Slovakiski forsætisráðharrin skotin

Robert Fico varð við tyrlu fluttur úr býnum Handlová, har skottilburðurin fór fram, til eitt sjúkrahús í býnum Banska Bystrica.

Mikukvøldið segði landsins verjumálaráðharri, Robert Kalinak, at Fico framvegis varð undir skurði. Tá ljóðaði, at støða hansara var hættislig.

Seinni segði slovakiski varaforsætisráðharrin, Tomas Taraba, at Fico ikki longur sá út til at vera í lívsvanda.

- Tíbetur gekk skurviðgerðin væl, so vítt eg veit, og eg rokni við, at tað endar við, at hann yvirlivir, segði Taraba í samrøðu við BBC.

Á einum tíðindafundi framman fyri sjúkrahúsið í gjárkvøldið, upplýstu verjumálaráðharrin og innanríkisráðharrin, at Fico var raktur av fimm skotum. Sambært Tomas Taraba rakti eitt av skotunum forsætisráðharran í búkin.

Eygnavitni hava sagt fyri amerikansku sjónvarpsstøðini, CNN, at hann varð raktur bæði í búkin, armar og bein. Ongir almennir stovnar hava tó upplýst hvar Fico varð raktur, skrivaði Ritzau hósnáttina.

Ein maður, ið hildin verður at vera gerningsmaðurin, er handtikin. Sambært slovakiskum miðlum, er talan um ein 71 ára gamlan mann, men hetta er ikki váttað av myndugleikunum.

Varaforsætisráðharrin segði við BBC í mikukvøldið, at skotið var úr tættari frástøðu, og at talan var um ein eldri mann.

Mett verður, at politisk motiv eru orsøk til drápsroyndina, skrivar Ritzau.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 16. mai 2024

34 Leygardagur 18. mai 2024

KÍ koppaði Víkingi og steðgaði sigursrøðini

Sølvi Vatnhamar legði útiliðið á odda tíðliga, men noyddist síðani skaddur av vølli. Dávid Biskopstø Andreasen avgjørdi seint í dystinum og blásti stóran spenning í oddastríðið

(Mynd: Jens Kr. Vang)
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

Trífaldu føroyameistararnir fingu fyri løtu síðani sítt greitt størsta úrslit í 2024. Hetta var, tá KÍ koppaði Víkingi í Klaksvík. Við hesum tapti Víkingur ein fótbóltsdyst fyri fyrstu ferð síðani síðsta summar.

Sigursrøðin var á 21 dystir, tá eitt nakað skaðadarvað oddalið kom til Klaksvíkar. Sølvi Vatnhamar skoraði longu í 5. minutti, so var KÍ av álvara kroyst. Liðið hjá Espen Haug - fyribils venjara - hevði ikki ráð at tapa hendan dystin.

Seinni í fyrra hálvleiki gekk nógv illa í hond hjá Víkingi. Fyrst noyddist Sølvi Vatnhamar, ið hevði verið nakað ivasamur, út við einum vøddaskaða. Í næsta minutti javnaði KÍ. Talan var um eitt hart og gott hornaspark, ið kom í ein víking í málteignum og stakk í málið.

[object Object]

Tað stóð 1-1 á máltalvuni í nærum 60 leikminuttir. Hetta kundu bæði liðini sum so liva fínt við, men í 87. minutti kom møguleikin til innskifta Dávid Biskopstø Andreasen, og 19-ára gamli miðvallarin takkaði fyri. Beiggi hansara er liðformaður hjá KÍ, men langtíðarskaddur, og nú gjørdi Dávid bart í løtu, sum kann gerast avgerandi fyri kappingarárið hjá KÍ.

Oddastríðið er í løtuni víðopið. Víkingur er oddalið eftir fyrsta triðing.

Betrideildini 9. umfar

KÍ - Víkingur 2-1 (1-1)
5' Sølvi Vatnhamar (Signar á Brúnni) 0-1
28' Árni Frederiksberg 1-1
87' Dávid Biskopstø Andreasen 2-1

Skála - HB 0-3 (0-0)
47' Eivind Restorff Mouritsen 0-1
81' Mikkel Dahl 0-2
84' Áki Debes Samuelsen 0-3

NSÍ – 07 Vestur 4-1 (3-0)
4' Búi Egilsson 1-0
10' Búi Egilsson 2-0
34' Steffan Løkin 3-0
45' Filip Brattbakk 3-1
58' Jasper van der Heyden 4-1

B36 – EB/Streymur 1-0 (1-0)
13' Gutti Dahl-Olsen 1-0

B68 – ÍF (0-0)

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 12. mai 2024

35 Leygardagur 18. mai 2024

Fyrsti sigurin hjá suðuroyarkvinnum

Við sigri á Skála, vann TB/FCS/Royn leygardagin fyrsta sigurin í fremstu deildini hjá kvinnum. Í oddastríðnum drógu Víkingur og KÍ frá NSÍ

(Mynd: Bjartur Vest)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

FSF: Fult umfar hevur verið í Betrideildini hjá kvinnum í dag (skriv. leygardagin 11. mai), og fyri fyrstu ferð síðani feløgini í Suðuroynni fóru saman um eitt lið, TB/FCS/Royn, eydnaðist suðuroyarkvinnum at fara av vøllinum við fullari úrtøku.

Við Stórá í Trongisvági hevði TB/FCS/Royn vitjan av Skála, og úrslitið gjørdist 3-1 til heimaliðið, sum var á odda 2-1 í steðginum.

Spælandi venjarin, Julia Carr, ið er komin úr USA, legði heimakvinnurnar á odda tá eitt lítið korter var spælt, og í 31. minutti økti Tórunn Klakkstein Vilhelm til 2-0. Men Skála svaraði beinanvegin aftur, og stóripinnur hevði ikki ferðast ein snúning, so minkaði Sara Benjaminsen um munin.

Gestirnir komu tó ikki nærri, og tá tveir minuttir vóru eftir av vanligu leiktíðini sló Julia Carr fyrsta sigurin hjá suðuroyarkvinnum rimmarfastan.

Úrslit, 6. umfar

B36 – Víkingur 0-3

NSÍ – HB 1-1

TB/FCS/Royn – Skála 3-1

FC Hoyvík – KÍ 0-15

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 13. mai 2024

36 Leygardagur 18. mai 2024

Maria til Horsens til 2027

Ein av teimum heilt spennandi ungu føroysku hondbóltsspælarunum fer nú til Danmarkar at royna seg. Maria Pálsdóttir Nólsoy skal spæla fyri liðið hjá Claus Mogensen í fremstu røð

(Savnsmynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

Tað hevur leingi verið greitt, at hon hevur evnini at royna seg á góðum stigi uttanfyri landoddarnar, og eitt skiftið til Danmarkar hevur verið í umbúna í eina tíð. Fleiri feløg hava víst unga føroyska spælskiparanum áhuga. 

Tíðliga í síðstu viku skrivaði Portalurin, at Maria Pálsdóttir Nólsoy var nær við einum skifti til Horsens (HH Elite). Hetta er nú endaliga váttað.

Hetta er við heilsan á Facebook-síðuni hjá HH Elite, har Maria hevur orðið. 

- Eg gleði meg ógvuliga nógv at koma til Horsens. Eg havi havt góðar samtalur við Claus (Mogensen. red), sum eg eisini kenni frá føroyska landsliðnum. Eg meti, at hetta er eitt framsøkið felag, hvørs umhvørvi hóskar væl til mín at menna meg í.

[object Object]
Maria Pálsdóttir Nólsoy hevur síðani 2022 spælt fyri føroyska A-landsiðið. Í løtuni hevur hon eitt brot í fingrinum men er við at koma fyri seg (Savnsmynd: Sverri Egholm)

Høvuðsvenjarin á føroyska A-landsliðnum, Claus Mogensen, er eisini venjari í Horsens. Liðið slapp undan at skula spæla úm niðurflyting úr bestu donsku deildini. Harvið verður talið av føroyskum spælarum í sterku deildini minsta lagi fimm eftir summarsteðgin: Rakul Wardum (Ringkøbing), Súna Krossteig Hansen (Skanderborg), Jana Mittún (Viborg), Pernille Brandenborg (København Håndbold) og nú Maria Pálsdóttir Nólsoy (HH Elite).

Talan er um ein trý-ára sáttmála millum partarnar. Hann er galdandi til summarið 2027.

19-ára gamli bakspælarin er uppvaksin í Neistanum, sum Maria Nólsoy nú skiftir frá. Sum skilst ger Bjørk Franksdóttir Joensen tað sama - hon skal eftir ætlan eisini royna seg í donskum hondbólti.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 17. mai 2024

37 Leygardagur 18. mai 2024

Vár og Lív skulu spæla við Ajax

22-ára gomlu tvíburðarnir úr Hoyvík hava báðar havt langtíðarskaðar, men eftir summarsteðgin spæla tær í næstbestu donsku deildini. - Tær hava siðbundnu sterku føroysku venjingarmentanina

Lív Bentsdóttir Zachariasen og Vár Bentsdóttir Zachariasen hava havt stóran leiklut í gullheiðursmerkjum og evropeiskum dystum hjá H71 seinastu árini (Savnsmynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

Vár Bentsdóttir Zachariasen og Liv Bentsdóttir Zachariasen hava seinastu árini gjørt vart við seg á ungdómslandsliðnum, eitt sindur á A-landsliðnum og sanniliga fyri besta liðið hjá H71. Harvið vunnu tær steypakappingina tríggjar ferðir og FM tvær ferðir.

Umframt hetta komu kvinnurnar hjá H71 langt í Evropa tvey ár upp í slag. Eftir greipuna í fjør skuldu Lív og Vár víðari - til danskan hondbólt.

[object Object]
Vár varð varld sum dagsins spælari - fyri serliga sítt verjuavrik - í steypafinaluni í 2023 (Mynd: Jens Kr. Vang)

[object Object]Nógv sterk avrik fyri H71 - her sæst Lív frammarliga og Vár í bakgrundini (Savnsmynd: Sverri Egholm) 

Tað sleppa tær nú eftir summarferiuna, men 2023/2024 varð tíverri oyðilagt hjá báðum orsakað av knæskaðum. Lív Zachariasen sleit fyrst krosssbandið ímóti kappingarenda í 2022/2023, og hjá Vár gekk galið stutt seinni.

Nýggja liðið skuldi vera TMS Ringsted, men nú er greitt, at 22-ára gomlu tvíburðarnir úr Hoyvík skulu spæla við øðrum felagi í næstbestu donsku deildini: Ajax København. Talan er um felag, sum fleiri føroyskir spælarar hava umboðað - í næstbestu ella bestu deildini. Súna Krossteig Hansen er tann seinasta. Hon skiftir frá niðurflytarunum til Skanderborg í bestu deildini.

Les eisini: Súna heldur fram í bestu donsku deildini

Vár Bentsdóttir Zachariasen og Liv Bentsdóttir Zachariasen, ið ávikavist spæla á strikuni og á bakkinum, skulu koma í gongd aftur í høvuðsstaðarfelagnum. 

- Talan er um tveir dugnaligir spælarar, sum tíverri hava verið raktar av skaðum tað seinasta árið. Vit kenna teirra dygdir, sum vit eisini hava sæð á føroyska A-landsliðnum. Tær hava tí klassisku sterku venjingarmentanina við sær úr Føroyum, og vit gleða okkum til, at tær gerast ein partur av hópinum. 

Hetta sigur hjálparvenjarin hjá Ajax København Martin Grønmann við europamester.dk. Hann kennir Lív og Vár frá tíðini á Kies (ítróttareftirskúlanum í Keypmannahavn) og FIF.

Hoyvíkskvinnurnar siga seg gleða seg til at koma aftur á hallargólvið eftir drúgvar skaðar og fegnast um møguleikan í Ajax København, sum hóskar væl til tær. Vár Bentsdóttir Zachariasen og Liv Bentsdóttir Zachariasen skulu royna at menna seg víðari í donskum hondbólti og eisini vinna seg til á A-landsliðið aftur.

[object Object]
Lív Zachariasen í gjøgnumbroti í landsdysti móti Eysturríki. Hon hevur sjey A-landsdystir spælir sum oftast á høgra bakki í álopinum og so í miðverjuni. Vár er stirkuspælari og eisini sterkur miðverji - hon spældi fýra landsdystir áðrenn skaðan (Savnsmynd: Sverri Egholm)

[object Object]Her fegnast tvíburðarnir saman í U-landsdysti (Mynd: EHF)

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 15. mai 2024

38 Leygardagur 18. mai 2024

Óli besti spælskipari í svenskum hondbólti

18-ára gamli føroyingurin fingið stóran heiður. Fekk 41 prosent av atkvøðunum, og 166 mál og 79 upplegg siga sína søgu. Nú vilja Óli Mittún og Sävehof gerast svenskir meistarar

Felix Claar og Elias Ellefsen á Skipagøtu eru millum teir, ið áður hava fingið hendan heiðurin (Mynd: IK Sävehof)
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

Í 2022 fekk Elias Ellefsen á Skipagøtu hendan heiðurin, áður hevur tað verið millum annað svenska stjørnan Felix Claar, og nú varð tað Óli Mittún.

- Tað er sjálvandi altíð stuttligt at fáa slíkar heiðrar. Hetta er tað seinna árið hjá mær í svenskum honbólti. Í tí fyrsta spældi eg ikki so nógv, men nú havi eg fingið ein størri leiklut, sum eisini var meiningin.

Hetta sigur Óli Mittún við handbollsligan.se í sambandi við, at heiðurin sum ársins spælskipari í Handbollsligaen er fallin unga hoyvíkinginum í lut. Óli vann við 41 prosent av atkvøðunum - beint frammanfyri javngamla Axel Månsson. Hann varð javnsettur toppskjútti í deildini, fekk 38 prosent av atkvøðunum og er helst eitt gott boð uppá MVP (Mest Virðismikla Spælara), ið ikki er kunngjørt enn.

[object Object]
Flúgvandi Óli Mittún til EM-endaspælið. Føroyska stórtalentið leggur framhaldi á í sínum spæli við nógvum dystum á høgum stigi (Savnsmynd: Sverri Egholm)

Tað eru allir høvuðsvenjarar í deildini, landsliðsvenjarin Glenn Solberg, umframt miðlaumboð, sum hava atkvøtt. Tríggir Sävehof spælarar eru á ársins liðið higartil: Málverjin Simon Möller og strikuspælarin Felix Möller, sum Ísak Vedelsbøl skal avloysa næsta kappingarár.

Óli sigur, at tað er ein stór styrki á liðnum: - Tá vit spæla upp til okkara besta, er einki lið í Svøríki betri enn vit. Føroyingurin nevnir eisini hørðu kappingina til venjing, sum ein lykil, og at William Andersson Moberg eins væl kundi fingið hendan heiðurin. Hetta er ein av liðfeløgunum hjá Óla Mittún, ið eisini fekk atkvøður.

Saman skulu teir royna at vinna svenska meistaraheitið í næstu viku. Tann fyrsta av møguliga fimm finalum ímóti Ystads verður á heimavølli mánadagin 20. mai. Tað kann tó longu verða avgjørt fríggjakvøldið, tá triðja finalan er. Trupulleikin hjá Sävehof er tó botnsstigið, staðfestir Óli Mittún.

Hagtøl hjá Óla Mittún í Handbolsligaen 2023/2024:

Dystir: 30
Mál: 166
Upplegg: 79
Útvísingar: 2
MEP-poäng: 98,90 (Samanrokning av ymiskum hagtølum - at hava nærum 100 er eitt høgt tal)

Atkvøðurnar (venjarar og miðlar)

Oli Mittún, IK Sävehof (41%)
Axel Månsson, Lugi HF (38%)
Julius Lindskog Andersson, Ystads IF (14%)
Daniel Ekman, IFK Skövde (3%)
William Andersson Moberg, IK Sävehof (3%)

Fyrrverandi vinnarar:
2022/23: Gustav Davidsson, Hammarby IF
2021/22: Elias Ellefsen Á Skipagøtu, IK Sävehof
2020/21: Jonathan Edvardsson, IK Sävehof
2019/20: Felix Claar, Alingsås HK
2018/19: Matias Helt Jepsen, IFK Skövde
2017/18: Alfred Jönsson, Lugi HF
2016/17: Linus Arnesson, Redbergslids IK


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 16. mai 2024

39 Leygardagur 18. mai 2024

HB-dreingir sannførandi í Aalborg City Cup

A-liðið vann 3-1 í finaluni um vikuskiftið

 
SkrivaÐ:

Innsent

6. mai fór eitt ferðalag til Danmarkar við 20 U9 HB garpum, saman við høvuðsvenjaranum John Hera Dam, hjálparvenjarum, foreldrum og systkjum, at luttaka í Aalborg City Cup.

Dreingirnir vórðu býttir upp í trý lið í tríggjar ymiskar bólkar. Áðrenn sjálv kappingin byrjaði, varð lagt út við vinardystum, har tey trý liðini sluppu at royna formin ímóti Aalborg KFUM.

Dagin eftir, fyrrapartin hósdagin, byrjaði sjálv kappingin. Øll liðini spældu hvør sínar tveir dystir og síðani ein dyst fríggjadagin. Harvið endaði bólkaspælið, og farið varð beinleiðis víðari til endaspælið.

Leygardagin varð endaspurturin settur. Tá høvdu b- og c-liðið roynt at tapt, spælt javnt og vunnið. Meðan a-liðið við fullum stigatali og einari málskoru á heili 33-1 skuldi royna at halda á fram við flottu úrslitunum.

Fleiri av leikarunum høvdu ligið við búkilsku upp til dystirnar, men stríðsandin bilti onki og vóru allir klárir frá fyrsta bríksli. Í fagrasta summarveðri leygardagin, fóru dystirnir í gongd.

C-liðið gjørdist í fyrstu royndini akkurát ov stuttir og endaðu samanlagt á einum 17. plássi. B-liðið skuldi nú royna seg. Hetta var ein tættur dystur, ið endaði við at HB tapti uppá brotssparkskapping og endaðu á einum 12. plássi.

A-liðið megnaði at spæla seg í finaluna, har teir skuldu møta Brønderslev, ið eins og HB hevði vunnið allar sínar dystir, tó ikki eins sannførandi.

So spenningurin var stórur undan dystinum. Leikarar og foreldur frá FC Hoyvík vóru komin at vísa sín stuðul, og setti hetta ein serligan dám yvir dystin. Skjótt sást, at dreingirnir úr Brønderslev ikki fóru at verða eins lættir at syfta, sum hinir hava verið.

Støðan í hálvleikinum var 1-0 til HB. Tíðliga í seinna hálvleiki javnaði Brønderslev, og so leikaði hart á í báðum endum. Mitt í seinna hálvleiki kom HB framum 2-1, og móti dystarenda økti HB til 3-1, og so var mest sum avgjørt.

Stutt aftaná bríkslaði dómarin dystin av og ovurfegnir leikarar, venjarar, foreldur og systkin tustu út á vøllin at fagna vinnararnar. Leikararnir vilja takka: Tignir, Tatanka, Betri, Norðoya Sparikassa, Vøruhúsinum á Hjalla og SMS fyri hollan stuðul. 

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 13. mai 2024