Lat aftur Yvirlit list articles in edition

Leygardagur 25. mai 2024 | Nr. 21 | Árgangur 5 | Kr. 0,00

Eru fyribils givin at flúgva til USA

SíÐa 4

1 Fríggjadagur 24. mai 2024

Góðan lesihug og gott Vikuskifti

Nýggj útgáva hvønn leygarmorgun kl. 7

-

-


SkrivaÐ:

-

  • Blaðið

    Stovnað 2020

    Útgevari: Knassar

    Upplag: 1396

    Lisnar síður: 5951

    Dagført 10. hvørt sekund
  • Samband

    tel. 20 80 80

    [email protected]



    Ingi Samuelsen

    Redaktørur

    [email protected]

    tel. 22 22 73


  • Borgar Kristiansen

    Lýsingarráðgevi

    [email protected]

    tel. 23 66 01

2 Leygardagur 25. mai 2024

Bjørn Kalsø: Eri ikki limur í Sambandsflokkinum longur

Bjørn Kalsø skilur ikki, at Sambandsflokkurin hevur tikið undir við uppskotinum um burðardygga ferðavinnu

(Savnsmynd: Jens Kr. Vang)
SkrivaÐ:

Alda Nielsdóttir

Bjørn Kalsø, fyrrverandi landsstýrismaður fyri Sambandsflokkin er ikki longur limur í flokkinum. Tað váttar hann í Breddanum hjá Kringvarpinum.

Bjørn Kalsø gavst í politikki í 2019, og síðani hevur hann ikki verið serliga virkin í flokkinum. Seinastu árini hevur hann eisini verið rættiliga ónøgdur við landbúnaðarpoltikkin og ferðavinnupolitikkin hjá flokkinum, sigur hann.

Týsdagin varð lógin um burðardygga ferðavinnu samtykt við 3. viðgerð í løgtinginum, og nærum øll í Sambandsflokkinum atkvøddu fyri málinum saman við samgonguni, og hetta skilur Bjørn Kalsø ikki.

– Tað skilji eg ikki, at ein borgarligur flokkur sum Sambandsflokkurin hevur tikið undir við.

Bjørn Kalsø stillaði fyri fyrstu ferð upp fyri Sambandsflokkin í 2004. Frá 2004 til 2008 var hann landsstýrismaður í fiskivinnumálum, og frá 2011 til 2015 var hann landsstýrismaður í mentamálum. Hann gavst í politikki í 2019.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 24. mai 2024

3 Leygardagur 25. mai 2024

Enn ógreitt hví eldur kom í

Eingin mansskaði stóðst av hendingini, men tað kundi verið nógv verri, sigur løgreglan, sum enn ikki veit at siga, hví eldur kom í eina gravkúgv hósdagin

 
SkrivaÐ:

Alda Nielsdóttir

Seinnapartin hósdagin mátti løgreglan sperra økið av við Kollafjarðartunnilin eina løtu, tí eldur var komin í eina gravkúgv, sum stóð við bussteðgiplássið uttanfyri tunnilin. Eitt dekk sprongdist og fór einar 30 metrar niðan í hagan.

Eingin mansskaði stóðst av hendingini, men gravkúgvin kolaðist upp, sigur vaktleiðarin á løgreglustøðini í Havn, sum leggur afturat, at støðan kundi verið nógv verri.

– Maskinan varð flutt á einum vogni gjøgnum tunnilin, og eldur kom longu í, áðrenn hon var komin úr tunlinum, so tað er at fegnast um, at mann fekk hana út.

Hví eldur kom í gravkúnna, veit løgreglan enn ikki at siga, men tað verður kannað.

Eldurin við Norðskála mikudagin verður eisini kannaður, og enn ber heldur ikki til at siga, hvør orsøkin var til ta hendingina, verður upplýst av løgreglustøðini.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 24. mai 2024

4 Leygardagur 25. mai 2024

Eru fyribils givin at flúgva til USA

Flúgvingin í Evropa er í løtuni meira áhugaverd fyri okkum, sigur Birgir Nielsen, stjóri í FarCargo

(Savnsmynd: FarCargo)
SkrivaÐ:

Alda Nielsdóttir

5. mars fleyg flogfarið hjá FarCargo fyrsta túrin til Newark í USA við laksi hjá Bakkafrost, men eftir at hava flogið bert sjey túrar til USA, er felagið fyribils givið at flúgva hartil.

Tað skrivar heimasíðan check-in.dk.

Í viðmerking til Portalin sigur Birgir Nielsen, stjóri í FarCargo, at felagið hevur ikki fullkomiliga slept ætlanini um at flúgva til USA, men flúgvingin í Evropa er í løtuni meira áhugaverd fyri felagið.

FarCargo hevur flogið til Brússel síðan 28. mars, og laksurin, sum verður flogin hartil fer víðari til Kina.

– Vit flúgva har, sum tað loysir seg betur, og beint nú loysir tað seg betur hjá okkum - bæði praktiskt og fíggjarliga - at flúgva til Brússel, sigur Birgir Nielsen.

Orsakað av verkfallinum verður tó ikki flogið við laksi úr Føroyum í løtuni. Nær FarCargo aftur fer at flúgva laks beinleiðis til USA, veit Birgir Nielsen ikki at siga.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 24. mai 2024

5

Størv

Musikkskúlaskipanin søkir eftir lærara

Meira Umsóknarfreist: 19. desember 2024

Kundaráðgevi til Betri Pensjón

Meira Umsóknarfreist: 05. januar 2025

Deildarleiðari til heimatænastuna í Roðanum

Meira Umsóknarfreist: 15. desember 2024

KT-mennari við royndum til Føroya Tele

Meira Umsóknarfreist: 08. desember 2024

Seniorrådgivare till Generalsekreterarens kontor vid Nordiska ministerrådets sekretariat i Köpenhamn

Meira Umsóknarfreist: 15. desember 2024

Djóralækni

Meira Umsóknarfreist: 08. desember 2024

Løgfrøðingur til Fiskivinnu- og samferðslumálaráðið

Meira Umsóknarfreist: 01. januar 2025

Deildarleiðari til Terapideildina í Heilsu- og umsorganartænastuni

Meira Umsóknarfreist: 16. desember 2024

Lastbilsmekanikara-lærlingur til Stórbilar

Meira Umsóknarfreist: 06. desember 2024

Roðin søkir eftir heilsurøktara til sambýlið Vesturskin á Toftum

Meira Umsóknarfreist: 12. desember 2024

Tangabilførari til Effo

Meira Umsóknarfreist: 15. desember 2024

Heilsuskúli Føroya søkir eftir sjúkrarøktarfrøðingi ella samsvarandi

Meira Umsóknarfreist: 30. desember 2024
6 Leygardagur 25. mai 2024

Kongur kann verða ávirkaður av verkfallinum

19 dagar eru til Føroyar fáa vitjan av kongi, men verkfallið kann fara at spæla ein leiklut, um nú vitjanin verður ella hvørjum líki hon verður í

Tá krúnprinsafamiljan var í Føroyum í 2018 (Mynd: Sigmar Mørkøre)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

19 dagar eru til kongsvitjanina, so í løtuni halda vit okkum til, at vitjanin verður sum upprunaliga ætlað. Men vit fylgja við verkfallinum og vita, at tað kann spæla inn.

Tað sigur Aksel V. Johannesen, løgmaður, við FM1, í sambandi við at Fríðrikur kongur og Mary drotning koma at vitja í Føroyum 12. til 14. juni.

Verkfallið hevur nú vart í hálva aðru viku, men enn eru ongar samráðingar millum partarnar, og tað er ikki til at siga, nær glið kemur á. Tí er ein møguleiki fyri, at kongsvitjanin kann blíva ávirkað av hesum.

Um verkfall framvegis er eina viku undan vitjanini, mugu vit endurskoða ætlanina, og hyggja eftir um tað ber til at hava kongaliga vitjan, sum man upprunaliga ætlaði, segði Aksel V. Johannesen, løgmaður við FM1.

Vanliga verður nógv gjørt burturúr tá kongalig vitjan er. Tað verður asfalterað, málað og mangt og hvat verður sett í stand.

Vitjanin byrjar 12. juni og endar 14. juni. Byrjað verður í Havn, síðani verður farið til Suðuroyar og endað verður á Eiði.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 23. mai 2024

7 Leygardagur 25. mai 2024

Fyriskipari: Okkara Land ikki ávirkað av verkfallinum

Konsertdagurin Okkara Land verður á parkeringsøkinum uttanfyri Skúlaheimið í Marknagili leygardagin 1. juni

Nakað soleiðis er ætlanin, at konsertøkið skal síggja út 1. juni (Mynd: Okkara Land)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Nú nærkast til ein av fyrstu konsertdøgunum í summar fer av bakkastokki.

Tað er Okkara Land, sum verður á stóra parkeringsøkinum uttanfyri Skúlaheimið í Marknagil í Tórshavn leygardagin 1. juni.

Hóast arbeiðarafeløgini hava verið í verkfalli í smáar tvær vikur, so vænta fyriskipararnir ikki, at tað fer at ávirka.

Avtalur eru gjørdar við matvognar og um annað so sum hegn og tílíkt til at byrgja økið av við.

Um tað ikki eydnast, hava vit aðrar loysnir, sigur Dan Joensen, fyriskipari.

Hetta er fyrsta árið, at skipað verður fyri hesum tiltakinum, og størsta navnið á plakatuni er Týr. Hini, sum fara at spæla eru Danny & The Veetos, Tinganest, Exit Light, Hitmen, Sway, Herborg Torkilsdóttir, Sámal Ravnsfjall, Anfinn Nielsen, Signar í Homrum, Eyðun Nolsøe, Ólavur Højgaard, Bjarki Hansen, Dánial Gomez, Kári Fossdalsá og sum plátuvendari Ottar Skottar.

Vertur og vertinda verða Jákup Magnussen og Herborg Torkilsdóttir.

Portrini til økið lata upp klokkan 17 og klokkan 18 fer fyrsta navnið á pallin. Frá midnátt og tveir tímar fram verður "Okkara hits". Fleiri av omanfyri nevndu tónleikarunum fara tá saman við húsorkestri at framføra landaplágur sum øll kunnu sungja við.

Stórir skíggjar við sangtekstum vera settir upp, so áhoyrarnir sum hava gloymt tekstin, kortini fáa sungið við.

[object Object]Stóra parkeringsplássi við Skúlaheimið í Marknagili verður gjørt um til konsertøki (Mynd: Okkara Land)

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 23. mai 2024

8 Leygardagur 25. mai 2024

Kongshjúnini vitja í Havn, á Eiði, og í Suðuroynni

Nú er greitt, hvar Fríðrikur kongur og Mary drotning vitja, tá tey koma til Føroya í døgunum 12. til 14. juni

Tá krúnprinsahjúnini vóru í Føroyum í 2018 (Mynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Kongshjúnini koma til Føroya á almenna vitjan í døgunum 12. til 14. juni. 

Løgmansskrivstovan boðar í dag frá, at vitjað verður í Havn, í Vági, Fámjin, á Tvøroyri og á Eiði. Hjúnini fáa møguleika at uppliva føroyska mentan, náttúru og at heilsa uppá føroyingar í øllum aldri. Kongshjúnini fara av landinum aftur fríggjadagin 14. juni.

Hetta er fyrsta vitjanin hjá Fríðriki kongi og Mary drotning í Føroyum, síðani tey tóku við trónuni. Aksel V. Johannesen, løgmaður, er vertur fyri vitjanini.

- Eg gleði meg at bjóða teimum vælkomnum til Føroyar sum kongshjún. Skráin er bæði umfatandi og fjølbroytt, og tí kunnu Kongshjúnini gleða seg til nakrar spennandi dagar í Føroyum, sigur Aksel V. Johannesen, løgmaður.

Men skráin, sum løgmaður tosar um, er ikki tøk enn. Tað kemur í næstum, sigur Løgmansskrivstovan.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 23. mai 2024

9 Leygardagur 25. mai 2024

Sáttmáli undirskrivaður um umskipan í Sandavági

Nú ein felags pantskipan fyri allar Føroyar verður sett í gildi, kann ein 1200 m² stór høll byggjast í grótbrotinum í Sandavági. IRF skal umsita skipanina, ið skal handfara umleið 15 milliónir íløt um árið

- Nýggja skipanin inniber, at fólk kunnu sleppa av við øll síni pantuíløt á einum stað, samstundis sum tað verður lættari hjá handlunum at handfara íløtini. Vága kommuna skal hýsa, og IRF umsita (Mynd: vaga.fo)
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

23. mai var ein týðandi sáttmáli undirskrivaður á kommunuskrivstovuni í Vága kommunu. Bjarni Prior, borgarstjóri, og Gunvá við Keldu, nevndarforkvinna í IRF (Interkommunala Renovatiónsfelagsskapinum), skrivaðu undir ein leigusáttmála um eitt øki, sum skal nýtast til móttøku, viðgerð og avskipan av pantuíløtum.

Hetta skrivar Vága kommuna á heimasíðu sínari í dag í samband við sáttmálan um stóru umskipanarhølluna. Avtalan millum kommununa og IRF inniber, at ein 1200 m² stór høll verður bygd í grótbrotinum í Sandavági. Har skal alt panti í landinum enda.

Bjarni Prior sigur, at hetta hevur verið ein longri tilgongd við nógvum samráðingum seinastu mánaðirnar um staðsetingina av høllini. Hann leggur afturat, at hetta fylgir hugsanunum hjá Vága kommunu um, at virksemið í grótbrotinum skal hava fokus á umhvørvi og menning av endurnýtslu. Nýggja samstarvið kann eisini fáa stóran týdning fyri bæði umhvørvið og trivnaðin hjá borgarunum.

Avtalan kemur í kjalarvørrinum av Løgtingið í síðstu viku tók undir við einum uppskoti frá Ingilín Didriksen Strøm, landsstýriskvinnu, um eina nýggja felags pantskipan fyri alt landið. Í mong ár hevur verið arbeitt við at fáa á stovn eina felags pantskipan, ið skal gera tað lættari og smidligari hjá fólki at sleppa av við pantíløt.

- Nýggja skipanin inniber, at fólk kunnu sleppa av við øll síni pantuíløt á einum stað, samstundis sum tað verður lættari hjá handlunum at handfara íløtini. IRF fær ábyrgdina av at umsita skipanina, heinta íløt frá handlum, gjalda handlum pantið og syrgja fyri, at íløtini verða endurnýtt og endurvunnin. Talan er um eina skipan, ið skal handfara umleið 15 milliónir íløt um árið, skrivar vaga.fo.

Tað er ikki endaliga greitt, nær byggingin í grótbrotinum í Sandavági fer fram.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 23. mai 2024

10 Leygardagur 25. mai 2024

Dagstovnar latnir aftur

Hetta er tí, at rusk ikki verður heintað, og ein ávísur smittivandi er. Verkfallið rakar nú samanlagt 23 dagstovnar í høvuðsstaðnum

Nú er greitt, at átta stovnar afturat lata aftur. Sambært heimasíðuni hjá kommununi lata hesir stovnar aftur í dag og lata ikki uppaftur í morgin, fríggjadagin 24. mai (Mynd: Ólavur Frederiksen)
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

Mikudagin boðaði Tórshavnar kommuna frá, at 15 dagstovnar ikki fóru at lata upp aftur hósdagin. Hetta vegna vantandi ruskinnsavnan í sambandi við verkfallið hjá arbeiðarafeløgunum.

Sí eisini: Nú rakar verkfallið av álvara dagstovnaøkið í høvuðsstaðnum

- Summir dagstovnar eru ikki raktir. Teir dagstovnar, ið ikki hava trupulleikar við ruski, hava opið so leingi rusk rúmast í bingjunum. Um støðan broytist á hesum økinum verður kunnað um hetta.

Soleiðis skrivaði torshavn.fo í gjár. Nú er greitt, at átta stovnar afturat lata aftur. Sambært heimasíðuni hjá kommununi lata hesir stovnar aftur í dag og lata ikki uppaftur í morgin, fríggjadagin 24. mai. Teir verða stongdir, so leingi rusk ikki verður heintað.

Tað er ein ávísur smittivandi, tá ruskposar og annað eru í einari rúgvu, og høvuðsstaðarkommunan hevur verið í samband við heilsumyndugleikar.

- Foreldur og verjar, ið hava børn á stovnum, ið lata aftur, fáa boð gjøgnum Foreldragluggan.

Stovnarnir, ið ikki lata uppaftur í morgin, eru: 

Býlingshúsið Millum Gilja

Býlingshúsið Inni á Gøtu

Býlingshúsið á Norðasta Horni og Ungdómshúsið í Vesturbýnum

Dagstovnurin á Hamrinum

Dagstovnurin á Argjum

Dagstovnurin í Hoyvík

Dagstovnurin Kura (Vøggustova og barnagarður við Botnánna)

Frítíðarskúlin Smílibýlið


Hesir átta eru lagdir afturat niðanfyristandandi 15, og harvið rakar verkfallið nú dagstovnaøkið og borgarar í størstu kommununi meint:

Lonirnar í Hoydølum

Dagstovnurin við Løgmannabreyt

Dagstovnurin Hans Andrias Djurhuus

Býlingshúsið undir Fjalli

Dagstovnurin á Velbastað (vøggustova, barnagarður og frítíðarskúli)

Frítíðarskúlin í Badmintonhøllini (undantikið 3.flokkur í B36-húsinum)

Spírin í Havnardali

Býlingshúsið á Ternuryggi

Dagstovnurin Fríðriksgarður

Dagstovnurin Sólareygað

Dagstovnurin við Velbastaðvegin

Dagstovnurin í Løkjatúni

Dagstovnurin Lítliskógur

Dagstovnurin Birkilund

Miðstovnurin

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 23. mai 2024

11 Leygardagur 25. mai 2024

Vilhelm spælir nú í Katar

Al Arabi hevur leigað føroyska landsliðsbakkin til tvær stuttar steypakappingar. Hoyvíkingurin er fyrsti føroyski hondbóltsspælarin í Miðeystri og skal spæla fleiri dystir næstu dagarnar

Hoyvíkingurin í verjustøðu í dystinum í Doha (Mynd: Al Arabi)
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

Fyrr í mánaðinum skrivaði hann undir sáttmála við Hannover-Burgdorf. Hann skal eisini spæla í Bundesliguni skjótt, men í løtuni umboðar Vilhelm Poulsen eitt annað nýtt felag.

24-ára gamli hoyvíkingurin er ikki í Norðurevropa og spælir í løtuni. Hann er í Katar. Talan um ein stutttíðar leigusáttmála við Al Arabi í sambandi við tvær steypakappingar. Hetta eitt stórfelag í Katar, sum eisini hevur eina fótbóltsdeild. Henni er millum annað italiumaðurin Marco Veratti knýttur at.

Al Arabi hevur heimstað í høvuðsstaðnum Doha. Har spældi Vilhelm í mikukvøldið sín fyrsta dyst fyri felagið. Harvið gjørdist landsliðsbakkurin fyrsti føroyski hondbóltsspælarin í Miðeystri. 

Vilhelm Poulsen og nýggju liðfelagirnir vunnu í gjárkvøldið 30-28 á Al-Ahli og eru harvið í finaluni í Qatar Cup. Hendan verður spæld leygardagin. Tá er mótsstøðuliðið Al-Duhail. Vilhelm skoraði fýra mál í sigrinum í gjár og legði eiisni upp til fleiri mál frá høgra bakki.

Ein onnur kapping fór eisini í gongd mikukvøldið. Talan er um kappingina hjá prinsinum - elle emirinum. Fjórðingsfinalurnar í Amir Cup eru á skránni í morgin í Doha-økinum. Har skal Al Arabi eisini spæla, og so er spurningurin, um Vilhelm bæði skal spæla fríggjadag og leygardag; hvussu felagið raðfestir kappingarnar.

Í øllum førum skal framtíðar Bundesliga-spælarin spæla í mesta lagi fimm dystir í Katar. Hann er ein av spælarunum, sum Al Arabi hevur leigað inn til høvi. Hetta er eisini fyri at Vilhelm fær dystarvenjing - av tí at Lemvig-Thybøron flutti beinleiðis niður, hevur bakkurin ikki spælt nakað í seinastuni, fyriuttan landsdystirnar móti Norðurmaekdónia.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 23. mai 2024

12 Leygardagur 25. mai 2024

Maður kendi seg kroystan at rinda stóra peningaupphædd

Ein persónur, sum viðkomandi hevði samband við á sosialu miðlunum, hótti við at senda myndir víðari. Løgreglan heitir aftur á fólk í líknandi støðu um ikki at flyta pening

Vaktleiðarin sigur, at tað er skiljandi, at ein persónur í hesum førinum kennir seg kroystan, men at tað oftast er talan um tómar hóttanir (Mynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

Mikudagin kom ein maður inn á løgreglustøðina í høvuðsstaðnum. Hann kendi seg heldur kroystan, tí ein kvinna - ella onkur ið gjørdi seg út at vera ein kvinna - hevði hótt við at senda nakrar myndir víðari.

Sambært vaktleiðaranum á løgreglustøðini í Havn høvdu persónarnir samskift á sosialu miðlunum. Av tí at maðurin var bangin fyri, at ávísar myndir fóru í umferð og koma til familju og vinir, valdi hann at rinda.

Talan var um eina rímiliga stóra peningaupphædd. Hin persónurin helt fast í hóttanunum - tí kom maðurin á løgreglustøðini.

Tað at senda pening í slíkum støðum er ikki nakað, ið løgreglan viðmælir. Vaktleiðarin sigur, at tað er skiljandi, at órættaði í hesum førinum kennir seg kroystan, men at tað oftast er talan um tómar hóttanir.

Fleiri dømi hava verið um hetta í seinastuni, og Føroya Politi hevur ávur verið úti og viðmælt ikki at geva eftir. Í flestu førum hendir einki. Ofta er talan um útlendskar persónar, sum fáa samaband við føroyingar og hótta við at senda myndir og upplýsingar víðari.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 23. mai 2024

13 Leygardagur 25. mai 2024

Kanna eldin við Norðskála

Tað er ógreitt, hví eldur kom í sethúsini í gjár. Tey eru illa farin - økið er tó trygt nú, og tað sær ikki út til, at nakar hevur fingið stórvegis skaða av hendingini

Eldurin hevði stóran materiellan skaða við sær. Kanningarpersónurin hjá løgregluni er á málinum
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

Um eitt-tíðina í gjár kom fráboðan til løgregluna um ein stóran eldsbruna í Sundalagnum. Talan var um eini sethús við Norðskála.

[object Object]

Á løgreglustøðini í Havn verður sagt, at har var meira roykur enn vanligt. Tað merktu fólk í økinum eisini, tí fólk vórðu fyrst biðin um at hava vindeygu afturlatin og síðani at fara úr økinum eina løtu.

Næmingar á skúlanum á Oyrarbakka og børn á dagstovninum beint við vórðu eisini koyrd av staðnum. Hesi vóru nøkur av teimum, ið vórðu kannað fyri roykeitran.

Løgreglan veit ikki um nakrar stórar skaðar av hendinini - uttan teir materiellu. Nú er trygt í økinum, men kanningarmaðurin hjá løgregluni var á staðnum í gjár og fer sum skilst aftur í dag at hyggja nærri uppá støðuna. Hetta fyri at fáa greiðu á, hví stóri eldurin kyknaði.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 23. mai 2024

14 Leygardagur 25. mai 2024

Sävehof tapti aðru meistarafinaluna

Tað gekk ikki so væl hjá Óla Mittún og liðfeløgunum í Ystad. Tað endaði við 30-26 tapi. Triðja finalan verður í Partille fríggjakvøldið

1-1 í finalum, eftir at Óli Mittún og teir ikki spældu upp til sítt besta í Ystad (Mynd: IK Sävehof)
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

Tað verða í minsta lagi fýra finalur um svenska meistaraheiti í manshondbólti 2023/2024. Hetta er greitt, eftir at Ystads IF javnaði til 1-1 í finalum í kvøld.

IK Sävehof vann 28-27 í fyrstu finaluni, sum var í Partille mánakvøldið. Tá var Óli Mittún í hopla. Hoyvíkingurin gjørdist toppskjútti við átta málum.

Les eisini: Óli toppskjútti í fyrstu finaluni

Í dag gekst ikki so væl hjá Óla og liðfeløgunum. Ungi føroyski bakspælarin skoraði tvey mál í kvøld. 

Tað var 16-15 í steðginum. Tíðliga í seinna hálvleiki fór Ystads frá og var einaferð á +5. Sävehof kom aftur, og tvær ferðir í seinna hálvleiki fekk útiliðið javnað. Ystads hevði tó meira hetta kvøldið og fekt økt aftur seinastu løtuna.

30-26 varð endaliga úrslitið. Liðini hittast aftur í Partille fríggjadagin klokkan 17 føroyska tíð. Liðið, sum vinnur har, fær "dystarbólt". Tað snýr seg um at vinna tríggjar finalur fyri at gerast svenskur meistari. 

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 22. mai 2024

15 Leygardagur 25. mai 2024

Patrik skoraði og legði upp í 2-1 sigrinum á Stjarnuni

Fyrsta málið í yvir eitt ár hjá tvøramanninum, og hetta var fyrsti dystur frá byrjan hjá Breiðablik-áleyparanum síðani hansara afturvendan

(Skíggjamynd: Visir.is)
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

Týskvøldið byrjaði Patrik Johannesen inni á fyrsta sinni, síðani áleyparin vendi aftur frá drúgva knæskaðanum.

Hetta var gott fyri Breiðablik, tí longu í 5. minutti sló 28-ára gamli føroyingurin til. Eftir bjarging frá málverjanum hjá Stjarnuni, stakk bólturin út til Patrik. Staddur á brotsteigarmarkinum setti 9'arin vinstra fótin væl á, og so var 1-0.

Talan var um fyrsta málið í yvir eitt ár hjá Patriki Johannesen, sum sleit krossbandið tíðliga í mai í fjør.

Hetta fegnaðist tvøramaðurin sjálvandi stórliga um, og hann og liðfelagirnir kundu eisini gleðast um trý stig í Kópavági. Í 43. minutti legði Patrik upp, tá hann royndi at saksa bóltin ímóti málinum. Heldur heppið men tað telur sum upplegg, tí Jason Svanthorsson gjørdi skjótt av, tá bólturin endaði hjá honum. Stjarnan javnaði við brotssparki tveir minuttir seinni, og tað endaði 2-1.

Breiðablik hongur harvið í Víkingi Reykjavík og Gunnari Vatnhamar í oddastríðnum. Eftir sjey umfør hava føroyingafeløgini ávíkavist 15 og 18 stig. Breiðablik er nummar tvey pg spælir sunnukvøldið á útivølli móti Fram.

Í dystinum sótu Mathias Rosenørn og Daniel Obbekjær annars á bonkinum hjá hvør sínum liði. Fyrrnevndi spældi við KÍ í 2021 og 2022 og er í løtuni eykamálverji hjá Stjarnuni. Obbekjær skifti í vetur til Breiðablik eftir eitt og eitt hálvt ár í 07 Vestur.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 22. mai 2024

16 Leygardagur 25. mai 2024

Avtala gjørd um nýggjan frítíðarskúla í Kollafirði

Articon og Tórshavnar kommuna hava gjørt arbeiðstøkusáttmála, sum hevur virðið á slakar 16,7 milliónir. Skúlin skal eftir ætlan standa til reiðar til jóla 2025

Málið varð einmælt samtykt í býráðnum í februar. Eftir tíðarmetingini verður farið undir at byggja skúlan í november í ár (Mynd: torshavn.fo)
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

Týsdagin 21. mai varð sáttmáli undirskrivaður um nýggjan frítíðarskúla í Kollafirði. 

Avtalan er millum Articon og Tórshavnar kommunu. Heimasíðan torshavn.fo skrivar, at arbeiðið at byggja nýggjan frítiðarskúla í Kollafirði varð boðið út í fjør.

- Týr tilboð komu inn. Dómsnevndin mælti til at taka av uppskotinum frá Articon. Umsitingin samráddist síðani við Articon um arbeiðstøkusáttmála, sum endaði við at ljóða uppá slakar 16,7 milliónir.

Uppskotið tekur støði í tørvslýsingini, har nýggj høli skuldu útvegast til 60 frítíðarskúlabørn frá 0.-3. flokk, umframt at hava rúm til at hýsa teimum 6 ára gomlu á dagstovninum. Hædd er við hesum tikin fyri, um forskúli verður settur á stovn í framtíðini, skrivar Tórshavnar kommunu.

Málið varð einmælt samtykt í býráðnum í februar í ár. Eftir tíðarmetingini verður farið undir skúlan í november í ár. Nýggi frítíðarskúlin í Kollafirði skal eftir ætlan standa liðugur til jóla næsta ár.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 22. mai 2024

17 Leygardagur 25. mai 2024

Sjókovin hevur fingið játtað fleiri milliónir til ES-verkætlan

Endamálið er at samskapa og menna nýhugsandi og vistfrøðisgrundaðar loysnir fyri at verja og endurbyggja lívmargfeldi í Arktis og í Atlantshavi

Verkætlanin tekur fýra ár og hevur fingið játtað 60 milliónir krónur frá Horizon Europe. Harav er fíggingin til Sjókovan slakar 3 milliónir krónur. Hetta ES-verkætlanarsamstarvið er millum Sjókovan og 17 aðrar granskingarstovnar úr 8 evropeiskum londum
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Sjókovin hevur fingið játtað fígging til ES verkætlan um at verja og endurnýggja lívmargfeldi í Arktis og Atlantshavi.

Verkætlanin tekur fýra ár og hevur fingið játtað 60 milliónir krónur frá Horizon Europe. Harav er fíggingin til Sjókovan slakar 3 milliónir krónur. Hetta ES-verkætlanarsamstarvið er millum Sjókovan og 17 aðrar granskingarstovnar úr 8 evropeiskum londum. Tað er Matís úr Íslandi, ið samskipar verkætlanina.

Verkætlanin ber heitið BioProtect og hevur til endamáls at samskapa og menna nýhugsandi, vistfrøðisgrundaðar loysnir fyri at verja og endurbyggja lívmargfeldi í Arktis og í Atlantshavi. Serligur dentur er lagdur á at menna loysnir til økisgrundaða umsiting av havinum. Hetta inniber millum annað at menna mannagongdir og tøkni, ið kunnu betra um samstarvið millum borgarar, fyritøkur og myndugleikar, tá avgerðir skulu takast, og at koma við tilmælum um hvussu vit betri kunnu umsita havtilfeingi.

Arbeitt verður við at menna og implementera loysnir saman við viðkomandi áhugapartum í fimm ymiskum økjum: Noregi, Íslandi, Írlandi, Azorunum, og Portugal. Verkætlanin fer eisini at fremja og styrkja vitanina um hvussu veðurlagsbroytingar og menniskjaligt virksemi á sjónum ávirka lívmargfeldi.

Sjókovin hevur ábyrgdina av teimum samfelags- og búskaparligu greiningunum í verkætlanini og fer við hesum m.a. at meta um ávirkanina av ymiskum átøkum og tøkni, umframt at meta um virðið á vistskipanartænastum, har tað er viðkomandi.

Verkætlanin fer í gongd beinanvegin, og næstu dagarnar hittast verkætlanarluttakararnir til byrjanarfund í Keypmannahavn fyri at leggja arbeiðið til rættis.

Sjókovin

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 22. mai 2024

18 Leygardagur 25. mai 2024

Kvinna rakt av gummikúlum í høvuðsstaðnum

Tað kann vera revsivert at nýta sonevndan "soft-gun", og um ein verður raktur í eygað, er tað beinleiðis vandamikið, sigur løgreglan

Løgreglan heldur seg vita, hvørji tey í bilinum vóru. Ein revsing fyri brot á skilhaldsreglur fyriliggur helst - tað kann verða álvarsamari enn so fyri serliga tann rakta, um ein kúla kemur í eyga (Mynd: Jens Kr. Vang)
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

Seinastu tíðina hava nøkur dømi verið um, at fólk nýta sonevndan "soft-gun" at skjóta við øðrum eftir. Talan er um gummikúlur, ið tískil ikki gera skaða í vanligum førum.

Tað kann tó vera vandamikið, um ein persónur verður raktur í eyga. Og tá kann tað eisini koma undir revsilógina - við at gera skaða á onnur. Hetta staðfestir vaktleiðarin á løgreglustøðini í Havn eftir enn eina hending við gummikúlum.

Tað var umleið klokkan 20.30 týskvøldið, at ein fráboðan kom frá einari kløkkari kvinnu. Hon gekk á Glyvursvegnum, tá ein bilur koyrdi framvið, og kvinnan føldi, at hon var rakt av einum og hvørjum.

Harvið er helst skotið úr bili. Løgreglan heldur seg vita, hvørji tey í bilinum vóru. Ein revsing fyri brot á skilhaldsreglur fyriliggur helst.

Vaktleiðarin hevði eina áheitan um at lata vera við nýta soft-gun: Um ein persónur fær eitt skot í eygað, kann skaðin vera álvarsamur, og tá verður revsingin sjálvandi eisini harðari.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 22. mai 2024

19 Leygardagur 25. mai 2024

ES fóðrar russisku krígsmaskinuna við gass-milliardum

Hóast sanktiónir móti Russlandi keypir ES framvegis nógv russiskt gass. Hetta fær politikarar at rópa varskó

 
SkrivaÐ:

Jan Müller

Nú meira enn tvey ár eftir russisku innrásina í Ukraina, keypa lond í ES framvegis stórar nøgdir av russiskum gassi og eru harvið við til at gjalda fyri kríggið, sum av hesi orsøk kann gerast nógv drúgvari.

Hetta skrivar danska blaðið Jyllands-Posten. Hóast ES hevur minkað munandi um innflutningin av russiskum gassi síðani innrásina, so fær ES kortini 15% av síni samlaðu gassnýtslu úr Russlandi bæði gjøgnum rørleiðingar og sum flótandi gass (LNG). Hetta vísa tøl, sum ES hevur funnið fram til. Til roknistykkið hoyrir tó, at síðani 2021 til 2023 hevur ES kortini minkað um keypið av gassi umvegis rørleiðingar úr 40% niður í 8%. Men verður so innflutta LNG gassið tikið við, so er samlaði innflutningurin 15%. Flótandi LNG gassið gav russiska statskassanum 8 mia. euro í 2023. Aftrat hesum koma milliardirnar frá gassinum í rørleiðingunum. Hetta eru tøl frá granskingarstovninum CREA.

[object Object]Norra var í fjør størsti veitarin av gassi til Europa við 30,4%. Næst Norra var USA við 19,4%. Russland var sætti størsti veitarin av gassi til Evropa. 

Ein orsøk til at Russland forvinnur so nógvar vesturlendskar mia. uppá sølu av gassi er tann, at fleiri lond í Evropa kunnu ikki vera gassið fyriuttan til at framleiða streym og hita til borgararnar og vinnuna skrivar Jyllands-Posten. At gassið til hesi lond ikki er bundið at sanktiónspolitikkinum kemst av, at fleiri lond so sum Ungarn og Eysturríki hava so stóran tørv á gassinum.

<p">Í februar váttaði eysturríkska stjórnin, at 98% av gassinnflutninginum kom úr Russlandi sambært týska miðlinum Deutche Welle. Í dag brúka 30% av øllum húsarhaldum í teimum 27 ES londunum gass til upphiting, hóast tað hevur eydnast londunum at minka munandi um gassnýtsluna, síðani kríggið byrjaði.

Jacob Kaarsbo, greinari í tankasmiðjuni Europa sigur við Jyllands-Posten, at tað er øll orsøk til at rópa varskó, nú ES hevur gjørt seg so bundið at russiskum gassi, tí hetta er í veruleikanum við til at geva Putin stýrinum møguleikan fyri at pumpa mia. av kr. í kríggsmaskinuna, sum berjist í Ukraina.

Sambært honum eru fleiri lond í ES bangin fyri avleiðingunum tað kann fáa fyri búskapirnar og eisini fyri veljararnar, um kvett verður heilt við russiskt gass. Trupulleikin er eisini, at enn er gassið úr Russlandi bíligasta orkan, sum fæst. 


Kelda Jyllands-Posten

Sí eisini hesa leinkju: 

https://www.consilium.europa.eu/da/infographics/eu-gas-supply/

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 22. mai 2024

20 Leygardagur 25. mai 2024

Ikki fleiri enn 22 næmingar í hvørjum flokki

Hetta er nú ásett við lóg - full semja var um uppskotið í tinginum í gjár. Tað ber tó til at fara til tvílæraraskipan, um talið fer upp um 22

 
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

Týsdagin varð uppskotið um at lækka næmingatalið í fólkaskúlanum til triðju viðgerð í Løgtinginum. Tað snúði seg um at fáa tað frá í mesta lagi 24 til í mesta lagi 22 næmingar. 

Hetta var full semja um í samgonguni Í mentanarnevndini varð eitt broytingaruppgerð gjørt millum aðru og triðju viðgerð, sum minnilutin og meirilutin stóðu saman um og mæltu til at samtykkja. 

- Fyri meg hevur tað stóran týdning, at vit fingu eina fulla semju um at lækka næmingatalið. Seinni í ár fara vit at gera aðrar broytingar, sum skulu skapa betri trivnað hjá bæði børnum og vaksnum, umframt at betra úrtøkuna hjá tí einstaka næminginum, sigur Djóni N. Joensen, landsstýrismaður, í viðmerking.

Broytingin hevur við sær, at meira tíð verður til einstaka næmingin, skrivar Javnaðarflokkurin. Fólkaflokkurin, sum hevur fólkaskúlalæraran Bárð á Lakjuni í mentanarnevndini, skrivar, at vónandi og væntandi verður hetta føroyska fólkaskúlanum at frama. Lógarbroytingin fer eisini at betra um umstøðurnar hjá bæði lærara og næmingi – og tess vegna hjá skúlanum øllum. 

Broytingin kemur í gildi til skúlaárið 2025-26, tá byrjað verður við 1. flokki og síðani endaliga sett í gildi eftir níggju árum. Í ávísum førum kann skúlaleiðarin avgera ikki at býta flokkin í tveir flokkur, um næmingatalið fer upp um 22, skrivar bumr.fo.

[object Object]
Djóni Nolsøe Joensen, barna- og útbúgvingarmálaráðharri fegnast um, at uppskotið er komið í gjøgnum. Ymiskt annað er eisini á veg (Mynd: bumr.fo)

Harvið letur uppskotið fyri møguleikanum, at lærari og leiðsla á skúlunum kunnu seta inn við eini tvílæraraskipan. Hetta heldur enn at býta ein flokk í tvey, hóast hann skuldi farið uppum 22 næmingar. Tað er nakað, ið Lærarafelagið eisini hevur ynskt.

Fyrsta ynski, og fyrsta uppskotið, hvat næmingatalið viðvíkur, var 20. Nú fer tað skjótt at eita 22. 

Heimasíðan hjá Barna- og Útbúgvingarmálaráðnum skrivaði í gjárkvøldið, at arbeitt verður nú víðari við at fyrireika uppskot um lægri undirvísingatímatal um vikuna, tvílæraraskipan og broytt tíma- og lærugreinabýti. Uppskot um hesar broytingarnar verða ætlandi lagdar fyri Løgtingið í komandi tingsetu. 

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 22. mai 2024

21 Leygardagur 25. mai 2024

Stórsteypadystirnir góvu 50.000 krónur

Ágóðin frá stórsteypadystunum í bæði hondbólti og fótbólti er nú handaður Beranum, sum frá Lions Club í Føroyum fekk 50.000 krónur til sítt virksemi.

HB vann stórsteypadystin hjá monnum 3-2 móti trífaldu føroyameistarunum KÍ (Mynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Sum tað er í londunum rundan um okkum, eru stórsteypadystirnir eisini ‟Charity Shield”-dystir, so endamálið ikki bara er hondbóltur ella fótbóltur, men eisini at savna inn pengar til eitt vælgerandi endamál.

Dystirnir um Lionsbikørini í hondbólti og stórsteypadystirnir í fótbólti verða fyriskipaðir í tøttum samstarvi við ávikavist Hondbóltssambandið og Fótbóltssambandið, og soleiðis hevur tað verið í fleiri ár, til stóra gleði fyri allar partar.

Í septembur mánaði vóru dystirnir hjá hondbóltinum og í mars mánaði teir hjá fótbóltinum, og hesa ferð fór stuðulin til Beran, sum hevur yvir tjúgu ár á baki og virkar fyri, at børn og foreldur í sorg gerast betur før fyri at handfara sorgina, mennast og læra at liva við sorgini.

Takksom fyri stuðulin
– Vit eru hjartansfegin um stuðulin og vilja takka Lions Club fyri pengarnar, ið verða brúktir til at stuðla og hjálpa børnum og ungum, sum hava mist ella sum hava álvarsama sjúk foreldur ella systkin og til foreldur, sum missa børn.

Tað sigur Oddvør Poulsen, leiðari í Beranum, ið sjálv um dagarnar var til staðar á fundi hjá Lions Club, har hon tók ímóti stuðlinum, ið hesaferð gjørdist 50.000 krónur.

– Hetta eru kærkomnir pengar, ið sum sum heild eru við til at styrkja og menna virksemið hjá Beranum, so hjálpin kann røkka flest møguligum familjum, hvørs lív er merkt av sorg og sakni, sigur hon.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 21. mai 2024

22 Leygardagur 25. mai 2024

Avloysarin hjá Klopp almannakunngjørdur

Tað hevur verið nógv frammi, men nú er endaliga greitt, at Arne Slot kemur til Anfield. 45-gamli niðurlendingurin hevur skrivað undir trý-ára sáttmála við Liverpool

Arne Slot hevur staðið seg væl í Feyenoord - hann hevur stórar skógvar at fylla í Liverpool (Mynd: EPA)
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

Sunnudagin takkaði Jürgen Klopp fyri seg eftir níggju ár og níggju steyp á Anfield. Serliga eru tað Champions League í 2019 og Premier League í 2020 - fyrsta slíka heitið hjá Liverpool í 30 ár - sum standa sterkt hjá Liverpool-viðhaldsfólkum.

So er tað eisini persónsmenskan Klopp, sum verður torfør at bara soleiðis avloysa. Maðurin sum skal royna at gera tað er Arne Slot. Trý-ára sáttmáli millum partarnar varð kunngjørdur mánadagin 20. mai.

[object Object]

[object Object]Klopp flutti Liverpool langt, og er hann ein av stóru persónligheitunum í Premier League (Myndir: EPA)

Talan er ikki um eitt av stóru vernjaranøvnunum í heimsfótbólti. Hetta var heldur ikki fyrstaval og ei heldur annað val hjá Liverpool - íhvussu er ikki útfrá flestu miðlunum og kelunum. Xabi Alonso valdi at verða verandi í Leverkusen, og Ruben Amorim fór til samrøðu í West Ham, meðan portugisin annars var heitasta navnið í Liverpool.

Slot hevur tó gjørt vart við seg í fyrst AZ og síðani Feyenoord. Seinastu tvey árini hevur nú 45-ára gamli niðurlendingurin vunnið eitt meistarheitið, umframt steypakappingina í Niðurlondum.

Sum spælari var Slot longst í Swolle, har hann millum annað var liðfelagið við gøtumannin Súna Olsen eitt skifti.

Nú skal hann royna at leiða Liverpool móti tindunum aftur. Liðið endaði á 3. plássið í Premier League júst farna kappingarár.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 21. mai 2024

23 Leygardagur 25. mai 2024

Kokkakapping við skrubbu og saltfiski

Føroyska Arctic Yount Chef-kappingin verður á Sjómannadegnum í Klaksvík

Kappingin í Grønlandi hevur júst verið. Her gjørdist Lars Abelsen vinnari, m.a. við hesum forrættinum, sum var ein baccatouille við stoktari skøtu
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Altjóða kokkakapping verður á Føroya Sjómannadegi í Klaksvík, leygardagin 17. august. Tað er NORA, sum skipar fyri kappingini, saman við Tekniska Skúla í Klaksvík.

Kappingin er partur av stóru Arctic Young Chef kappingini, sum NORA skipar fyri í Grønlandi, Íslandi, Noregi og Føroyum.

Við kappingini seta NORA og fyrireikararnir sjóneyku á norðuratlantiska og arktiska gastronomi. Dentur verður eisini lagdur á at brúka lokalar stuttfluttar rávørur, herundir nakrar, ið ikki so ofta verða brúktar. Luttakandi kokkar skulu eisini hugsa um, hvussu teir miðla sínar haute cuisine rættir, soleiðis at rættirnir eitt nú kunnu gerast heima ella í kantinum og køkum, sum gera mat til mong.

Kappingin er fyri ungar kokkar og kokkalærlingar yngri enn 30 ár. Vinnarin av føroysku kappingini fær 10.000 krónur og skal umboða Føroyar í finaluni, sum verður í Bodø í Noregi 3. oktober. Í finaluni stendur kappingin millum vinnararnar úr øllum NORA-londunum: Grønlandi, Íslandi, Føroyum og Noregi. Høvuðsvinningurin er 25.000 krónur, og allir finalistarnir sleppa á køksvitjan á matstovum í einum av NORA-grannalondunum.

Seinasta freist at tekna seg til kappingina er 7. juni 2024. Kokkar og lærlingar, sum hava áhuga kunnu tekna seg her

Kravdar rávørur

I kappingini skulu kokkarnir vísa kynstur síni og gera ein forrætt og ein høvuðsrætt. Tíðin er avmarkað – tveir og ein hálvur tími til báðar rættirnar.

Fyrireikararnir hava nú gjørt av, at tvær av høvuðsrávørunum verða skrubba og saltfiskur, umframt at kokkarnir eisini skulu brúka aðrar dygdargóðar føroyskar rávørur. Hugsast kann, at eitt nú hvítamai, tari, salat og garnatálg verða millum rávørurnar, sum skulu brúkast.

Við kappingini vóna NORA og kokkaskúlin í Klaksvík at seta góðu føroysku rávørurnar í miðdepilin, og samstundis stimbra nýmenning innan gastronomiska økið. Kokkaskúlin bjóðar nú alla kokkaútbúgvingina í Føroyum, og hann er júst farin undir at taka ímóti lærlingum, ið fara at taka alla útbúgvingina í Føroyum.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 21. mai 2024

24 Leygardagur 25. mai 2024

Handaðu Høgna Hoydal fleiri enn 1.000 undirskriftir

Átakið Samhugi við Palestina ynskir, at føroysku sendifólkini skulu fara úr Ísrael, og at sendistovan skal lata aftur. Landsstýrismaðurin tók ímóti men sigur, at tað er torgreidd støða

Talan er um altjóða brotsverk hjá Ísrael, og tey skulu ikki framhaldandi verða órevsað - Føroyar noyðast at taka eina støðu, vísa tey í átakinum á (Savnsmynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

Týsmorgunin handaðu tey úr átakinum Samhugi við Palestina Høgna Hoydal eina áheitan um at kalla okkara sendifólk í Tel Aviv heim og lata føroysku sendistovuna í Ísrael aftur.

Ein undirskriftinnsavnan hevur verið, har yvir 1.000 fólk hava skrivað undir áheitanina. Endaliga talið er ikki upplýst, men fólk í átakinum meta, at tað sigur eitt um støðuna og hugsanina millum føroyingar.

Tey í Samhuga við Palestina hava eina longri grundgeving á lesarin.fo fyri støðu sínari. Har verður millum annað komið inn á, at yvir 85 prosent av íbúgvunum í Palestina eru riknir úr heiminum, at so nógv er lagt í oyði, og at so nógv sivil eru dripin - børn og vaksin.

Talan er um altjóða brotsverk hjá Ísrael, og tey skulu ikki framhaldandi verða 
órevsað, vísa tey í átakinum á.

- Heimurin má viðurkenna, at bara við at fáa enda á tí ólógligu ísraelsku hersetingini ber til at steðga teimum afturvendandi mannarættindabrotunum í Ísrael og teimum
hersettu økjunum. Tey í Samhuga við Palestina siga, at tá Ísrael ikki ger eftir boðunum frá heimsins evstu myndugleikum, so sum Altjóða Dómstólinum og ST Trygdarráðnum, so mugu heimsins lond blanda seg. Og har eiga Føroyar at vera á søgurnar røttu síðu og kvetta diplomatisk bond við Ísrael, til ein varandi vápnahvíld er fingin í lag, og inntil Ísrael gevst við at kúga palestinska fólkið.

[object Object]
Høgni Hoydal fær ikki lovað teimum úr Samhuga Við Palestina nakað (Savnsmynd: Sverri Egholm)

Umboð fyri Samhugi við Palestina vóru í Tinganesi fyrrapartin, har handanin fór fram, og eitt prát var við landsstýrimannin í uttanríksmálum. Høgni Hoydal hevði í tí sambandi eina samrøði við Kringvarpið, har hann staðfesti, at tað at taka eina sendi stovu er eitt álvarsamt og stórt stig - nakað sum í øllum ikki bara kann gerast her og nú.

HER ber til at hoyra Høgna Hoydal - Elisa Vang frá átakinum er eisini við í innslagnum.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 21. mai 2024

25 Leygardagur 25. mai 2024

Sára Maria Johansen skal til París

Enn ein føroyskur rógvari skal kappast í OL í summar. Unga kvinnan av Tvøroyri róði fyri løtu síðani eitt søguligt OL-pláss heim fyri Danmark saman við átta øðrum

Sára Maria Johansen hevur millum annað eitt heimsmeistaraheitið í inniróðri - nú er hon partur av søguligum 8'ara hjá Danmark
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

Tað hevur verið greitt í eina tíð, at Sverri Sandberg Nielsen aftur í summar skal royna seg til OL. Áður hevur Katrin Olsen róð OL í einum duppult-scullara, og nú er greitt, at ein ung tvørakvinna verður at síggja í París í summar.

Sára Maria Johansen hevur í nógv ár gjørt vart við seg fyri Froðbiar Sóknar Róðrarfelag, í inniróðri og seinastu tíðina í Danmark, har hon rør fyri Roforeningen Kvik. 

Sára Maria hevur verið partur av einum sonenvdum áttara-projekti í Danmark, og í dag eydnaðist fyri fyrstu ferð einum donskum 8'ara at fáa OL-pláss hjá kvinnum. Hetta var, tá Sára Maria Johansen og hinar umborð endaðu nummar tvey í undankappingini í Sveis.

[object Object]
Mynd: worldrowing.com

[object Object]Sára Maria sæst fremst her 

Hetta var nóg mikið til eitt søguligt OL-pláss. Sára Maria Johansen hevur áður vunnið heimsmeistaraheitið á 2000 metrum í inniróðri. Í summar skal hon kappast í risastóru kappingini í París, og harvið verður enn ein føroyingur í báti har.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 21. mai 2024

26 Leygardagur 25. mai 2024

Durita Tausen heldur fram sum forkvinna í Krabbameinsfelagnum

Hansina Mikkelsen er nývald í nevndina. Felagið fegnast í ársfrágreiðingini um tveir nýggjar skannarar men eftirlýsir, at útgreinan og viðgerð verður skipað við lóg

Nevndin í Krabbameinsfelagnum eftir aðalfundin
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

Krabbameinsfelagið hevði aðalfund í síðstu viku , og nevndin hevur skipað seg á hendan hátt:

Durita Tausen, forkvinna
Magnus Magnussen, næstformaður
Hansina Mikkelsen, kassameistari
Anna Kristina Joensen, nevndarlimur
Marnar Fríðheim Kristiansen, nevndarlimur

Harvið er greitt, at Durita Tausen heldur fram sum forkvinna, og at Hansina Mikkelsen er nýggj í nevndini. Hansina Mikkelsen er nývald og kemur inn fyri Olgu Kristinu Hansen, sum hevur valt ikki at stilla uppaftur. Tiltakslimir eru Martin Joensen og Elmar Ósá, skrivar Krabbameinsfelagið. 

Ársfrágreiðingin er eisini komin út. Har er nógv um enn eitt hendingaríkt ár hjá Krabbameinsfelagnum við nógvum tiltøkum, skeiðum, fyrilestrum og øðrum.

Eisini er eitt sindur um skannarar, nýggja roykilóg og vandandi útgreiðnan og viðgerð, har felagið ynskir politiska atgerð. Krabbameinsfelagið tekur soleiðis samanum:

Krabbameinsfelagið 45 ár á baki
Tann 17. januar í ár eru 45 ár liðin, síðan Sanna Dahl, maðurin Bjarni Niclasen og Lions feløgini í Føroyum stovnaðu Krabbameinsfelagið. Í 2023 kom ævisøga út um Sannu Dahl. Ein áhugaverd bók, sum feðgarnir Martin og Flóvin Þór Nygaard Næs hava skrivað.

Tveir nýggir skannarar
Krabbameinsfelagið fegnast eisini um, at Føroyar nú hava fingið tveir nýggjar skannarar. Ein CT-skannara og ein 3-Tesla MR-skannara. Hetta er stórt framstig í arbeiðinum at fáa staðfest krabbamein skjótt og væl. Les meira um hetta á síðu 8 í ársfrágreiðingini.

Nýggj roykilóg
Danskir heilsumyndugleikar siga, at 30 prosent av øllum krabbameinstilburðum í Danmark standast av royking. Royking er størsta einstaka atvoldin til krabbamein. Tí er tað gleðiligt, at landsstýriskvinnan í heilsumálum er farin undir arbeiðið at gera nýggja og dagførda roykilóg.

Fleiri fáa heilsubót, men...
Sjálvt um Krabbameinsfelagið saman við øðrum hevur arbeitt miðvíst øll hesi 45 árini við at upplýsa um krabbamein og bøta um korini hjá krabbameinssjúklingum og teirra avvarðandi, er tó framvegis langt á mál. Seinastu árini eru tað fleiri og fleiri føroyingar, sum hava fingið staðfest krabbamein. Sí hagtøl á síðu 3 í ársfrágreiðingini.

Tíbetur fáa nógv heilsubót, men tíverri eru vit eftirbátar í Norðurlondum, tá ið hugt verður at, hvussu nógv liva fimm ár eftir, at sjúkan varð staðfest. Tað hevur tí størstan skund at fáa vent gongdini. Føroyskir sjúklingar mugu fáa lógartryggjaðan rætt til skjóta útgreining og viðgerð fyri krabbamein og ásett hámark fyri mest loyvdu bíðitíð.  

Um ársskiftið fekk landsstýriskvinnan í heilsumálum tí eitt tilmæli frá arbeiðsbólki um nýggja ávísingar- og útgreiningarskipan fyri krabbamein, sum tú kanst lesa meira um á síðu 7 í ársfrágreiðingini. Umboð fyri Krabbameinsfelagið luttók í hesum arbeiði.

Áheitan á politikarar og myndugleikar
Tilmæli eftir tilmæli verða sostatt gjørd, men tað gongur ov seint at seta tey í verk. Fyri skjótt fimm árum síðan fekk heilsumálaráðharrin til dømis eisini handað álit um palliatión, men enn er einki gjørt við tað. Í ársfrágreiðingini heitir Krabbameinsfelagið tí staðiliga á politikarar og myndugleikar um at seta tilmælini í Krabbameinsætlanini í verk sum skjótast. Krabbameinsøkið má skipast betur við teimum lógarásetingum og mannagongdum, sum víst verður til í Krabbameinsætlanini. Tað fer at lyfta økið á sama stig, sum í hinum Norðurlondunum.

Ársfrágreiðingin hjá Krabbameinsfelagnum fyri 2023 kann heintast og lesast HER.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 21. mai 2024

27 Leygardagur 25. mai 2024

Fredrikstad tvey stig frá oddasessinum

Brandur Hendriksson legði upp til triðja málið í 3-0 sigrinum á útivølli móti Lillestrøm. Liðið hjá Mikkjali Thomassen er flúgvandi og nú á 3. plássi í Eliteseriuni

Brandur, Mikkjal, Elisabet og Jóannes eru tey fýra føroysku í Fredrikstad, sum ger bart í fremstu røð sum uppflytari (Savnsmynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

Sigursrøðin hjá Fredrikstad heldur fram. Mánadagin vann liðið hjá Mikkjali Thomassen áttanda sigurin á rað í øllum kappingum og tann fimta í fremstu norsku deilini. Hetta var í Oslo móti Lillestrøm.

Útiliðið legði seg á odda 1-0, tá fimm minuttir vóru eftir av fyrra hálvleiki. Tað var í sjálvari yvirtíðini, at Fredrikstad endaliga avgjørdi: Fyrst var tað Oscar Aga, ið økti til 2-0, og síðani legði Brandur Hendriksson Olsen upp til Sondre Sørlokk. 

Skálvíkingurin var komin á vøllin í 68. minutti, og hann spælir sín leiklut í flottu gongdini hjá Fredrikstad. Føroyski høvuðsvenjarin fær sum vera man nógv rós í Noreg, tó at atfinningar hava verið av leikhátti og øðrum

[object Object]
Mikkjal Thomassen hevur seinasta stóra árið fingið nógv góð úrslit í Noreg (Mynd: FFK)

Tíverri fær Jóannes Bjartalíð ikki spælt ein leiklut í løtuni. Klaksvíkingurin er skaddur restina av fyrru hálvu. Tað eru fýra føroyingar í Fredrikstad - Elisabet Vang er onnur av fysisiku venjarunum í felagnum.

Einki av hinum liðunum í topp-fýra vann í gjár, og tað merkir, at Fredrikstad í løtuni er á 3. plássi og hevur bert tvey stig upp til oddaliðið Bodø/Glimt. Júst Glimt er einasta liðið, ið føroyingafelagið hevur tapt fyri í 2024.

Harvið ógvuliga flott hjá uppflytarunum, sum spæla aftur leygarkvøldið, tá botnliðið Tromsø vitjar.

Topp-fýra í Eliteseriuni í løtuni:
1. Bodø/Glimt 22 stig (9 dystir)
2. Brann 21 stig (10 dystir)
3. Fredrikstad 20 stig (9 dystir)
4. Molde FK 17 stig (10 dystir)

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 21. mai 2024

28 Leygardagur 25. mai 2024

Svenskur verjuleikari til KÍ

KÍ hevur skrivað undir sáttmála við 28-ára gamla Alexander Berntsson. Hann hevur seinast spælt í næstbestu svensku deildini

(Mynd: KÍ)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

KÍ hevur skrivað sáttmála við Alexander Berntsson fyri hetta kappingarárið. Hesum boðar felagið frá.

28 ára gamli leikarin hevur royndir úr svenskum toppfótbólti og hevur seinast spælt í næstbestu svensku deildini.

- Vit eru sera væl nøgdir við tilgongdina av Alexander. Hann kemur higar við virðismiklum royndum  við næstan 200 dystum úr svenskum toppfótbólti. Hann er í góðum aldri og hevur óiva síni bestu ár fyri framman. Sum miðverji er hann tryggur við bóltinum í vinstru og høgru og við góðari kropsmegi kemur hann at styrkja liðið bæði í verjupartinum og til deyðbóltar í álopinum, sigur fyribils KÍ-venjarin, Espen Haug um nýggja leikaran.

Eftir ætlan kemur Alexander til Føroya í vikuni og fær tíð at venja saman við liðnum so hann er tøkur tá flytingargluggin letur upp í juni, sigur felagið.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 20. mai 2024

29 Leygardagur 25. mai 2024

Útigudstænasta á Ovara vølli

Ovari vøllur í Gundadali var karmur um uttandura gudstænastu annan hvítusunnudag. Sí myndir

(Mynd: Jens Kr. Vang)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Eins og vanligt hevur verið seinastu árini, var skipað fyri gudstænastu uttandura á Ovara vølli í Gundadali annan hvítusunnudag.

Havnar Hornorkestur og GHM spældu undir til sálmarnar.

Sí allar myndirnar

[object Object]

[object Object]

[object Object]

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 20. mai 2024

30 Leygardagur 25. mai 2024

Vil ikki góðtaka eitt órættvíst valúrslit

Báðar síður fara at finnast at valúrslitinum, um tað er órættvíst, sigur republikanski senatorurin Marco Rubio, sum sigst at vera ein av favorittunum at gerast varaforsetavalevni hjá Donald Trump

Marco Rubio umboðar statin Florida í amerikanska Senatinum (Mynd: EPA)
SkrivaÐ:

Alda Nielsdóttir

Republikanski senatorurin Marco Rubio fer ikki at góðtaka úrslitið av amerikanska forsetavalinum, um tað er órættvíst.

Tað segði hann í NBC-sendingini "Meet the Press" sunnudagin.

Marco Rubio, sum umboðar statin Florida, stillaði upp ímóti Donald Trump í republikanska undanvalinum í 2016, og nú sigst hann at vera ein av favorittunum at gerast varaforsetavalevni hjá Trump.

Trump hevur ferð eftir ferð hildið uppá, at tað var valsvik, sum var orsøkin til, at Joe Biden gjørdist forseti eftir valið í 2020, og mest sannlíkt verður valið aftur millum teir báðar, tá nýggjur forseti skal veljast 5. november.

Tá Rubio varð spurdur, um hann fór at góðtaka úrslitið av forsetavalinum uttan mun til, hvat tað verður, segði hann:

– Báðar síður fara at finnast at valúrslitinum, um tað er órættvíst.

Hann legði afturat, at republikanarar fara í rættin við tí, um statirnir ikki fylgja vallógunum, skrivar Ritzau.

Rubio sigur, sambært amerikonskum miðlum, at hann ikki hevur tosað við Trump um møguleikan at gerast varaforsetavalevni, men at tað hevði verið ein heiður.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 20. mai 2024

31 Leygardagur 25. mai 2024

City fyri fjórðu ferð á rað

Ársins spælari í Onglandi var stóri maðurin, tá liðið hjá Guardiola gjørdi sítt móti West Ham. Arsenal var nær við - Klopp endaði sína tíð á Anfield við sigri

Phil Foden (tvey) og Rodri skoraðu málini móti West Ham í sólini í Manchester. Við sigrinum kom City upp á 91 stig, og tað var nóg mikið til sætta meistaraheitið uppá sjey stig (Mynd: EPA)
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

38. og seinasta umfar í Premier League var á skránni sunnudagin. Manchester City kundi tryggja sær fjórða meistaraheitið á rað, men Arsenal lá og lúrdi.

City var á heimavølli móti West Ham, og stórfavoritturin gjørdi skjótt greitt, at lítil ivi fór at vera um útfallið. Longu í 2. minutti legði Phil Foden City á odda, og í 18. minutti økti álopskendi miðvallarin sjálvur til 2-0.

Hetta var mál nummar 19 hjá Foden í ár. Hann er kosin til ársins spælara í Premier League, og liðið hjá Pep Guardiola er aftur best. West Ham minkaði um munin stutt fyri steðgin, men í 59. minutti skoraði Rodri til 3-1, ið gjørdist endaliga úrslitið á Etihad.

[object Object]
Phil Foden var samanlagt størsti profilurin hjá City og í Premier League í ár (Mynd: EPA)

[object Object]Rodri hevur økt til 3-1 og harvið tikið størsta partin av ivanum burtur (Mynd: EPA)

Spanski miðvallarin skorar javnan í stórum dystum, og hevur verið ein lykil
seinastu árini. Rodri og liðfelagarnir kundu nú aftur lyfta eitt steyp. Tað eydnaðist ikki í Champions League í ár, men "The Double" kann koma í hús, um City vinnur á Manchester United í FA Cup-finaluni leygardagin.

Steypini økjast hjá Manchester City. Hetta var tað sætta Premier League-heitið seinastu sjey árini - øll hesi undir Guardiola. Samanlagt var tað fyri áttandu ferð, og tað at vinna enska meistaraheitið fýra ár á rað er søguligt. Tær 115 Financiel Fair Play-ákærurnar hanga yvir City sum felag, men í dag kunnu teir í ljósabláum fegnast aftur.

[object Object]
Pep Guardiola hevur stjórnað sínum liði til eina rúgvu av steypum seinastu árini (Mynd: EPA)

Mikel Arteta var við at vinna nøkur steyp sum hjálparvenjari hjá Guardiola í Manchester City. Í ár vóru hann og Arsenal nær við og bjóðaðu av allan vegin. 2-1 sigurin á Everton á Emirates í dag og 89 stig samanlagt vóru tó ikki nóg mikið. Tjúgu ár síðani seinast men flott Premier League-kappingarár hjá Arsenal.

Liverpool var eisini leingi við í meistarastríðnum, men tíðin hjá Jürgen Klopp á Anfield endaði við einum 3. plássi. Tað endaði 2-0 í dag, har týski venjarin varð heiðraður. Tey níggju árini vann Klopp samanlagt níggju steyp og var maðurin, sum leiddi Liverpool aftur til Premier League-heitið. Eisini vann hann Champions League í 2019, HM fyri feløg, umframt ensku steypakappingarnar samanlagt tríggjar ferðir og nakrar stórsteypadystir.

[object Object]

[object Object]

Klopp var bæði sinnisrørdur, skemtandi og takksamur í røðuni til fjepparar (Myndir: EPA)

Undan seinasta degi var greitt, at Aston Villa endaði á 4. plássi. Hetta er fyrsta plássi hjá felagnum í fremstu evropeisku kappingini síðani 1980'unum. Liverpool er eisini aftur í Champions League.

Tottenham skal spæla í Europa League, og eftir FA Cup-finaluna verður greitt, hvørja kapping Chelsea (nummar 6) endar í, og og hvørt Manchester United ella Newcastle United hava evropeiskan fótbólt næsta kappingarár. Manchester United endaði á 8. plássi, sum er ringasta endastøða felagsins í Premier League-tíðini.

Luton, Burnley og Sheffield United fara niður - hetta hevur verið greitt í eina tíð. Leicester kemur upp aftur, Ipswich er eisini flutt upp, og í næstu viku verður greitt um Leeds ella Southampton koma upp aftur.

Endastøðan í Premier League 2023/2024:

[object Object]

(Mynd: Premier League)

Úrslitini í 38. og seinasta umfari:
Arsenal - Everton 2-1
Brentford - Newcastle 2-4
Brighton - Manchester United 0-2
Burnley - Nottingham Forest 1-2
Chelsea - Bournemouth 2-1
Crystal Palace - Aston Villa 5-0
Liverpool - Wolves 2-0
Luton - Fulham 2-4
Manchester City - West Ham 3-1
Sheffield United - Tottenham 0-3

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 19. mai 2024

32 Leygardagur 25. mai 2024

Sum ein svínastallur

Verkfallið sæst aftur í miðbýnum í Havn, sum ikki verður ruddaður eftir at nógv fólk vóru í býnum sunnunáttina. Sí myndir

(Mynd: Verkafólk)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Tað sær ikki gott út í miðbýnum í høvuðsstaðnum.

Nógv fólk var í býnum sunnunáttina, og full fólk órudda illa. Tað sæst týðiliga á myndunum, sum arbeiðarafeløgini hava tikið í Havn í sunnumorgun.

Vanliga eru tað verkafólk hjá Tórshavnar kommunu, sum taka upp eftir býarlívinum og syrgja fyri, at býurin er nossligur. Men nú eru arbeiðarafeløgini í verkfalli, og alt liggur og flýtur við pitsaeskjum, brotnum gløslum, plastikk bikarum og øðrum óruddi í miðbýnum.

[object Object]

[object Object]

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 19. mai 2024

33 Leygardagur 25. mai 2024

Djóradagar vera sum ætlað

Ríðingarfelagið leggur nógv fyri at tiltakið sum minst verður ávirkað av verkfallinum. Djóradagar verða í Havnardali 25. og 26. mai

(Mynd: Føroya Ríðingarfelag)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Á nevndarfundi í vikuni gjørdi nevndin í Føroya Ríðingarfelag av, at Djóradagar skula haldast, sjálvt um møguleiki er fyri at verkfallið kemur at ávirka tiltakið nakað. 

Djóradagar hava verið hvørt ár seinastu 20 árini, undantikið koronaárini. Tí vil felagið leggja nógv fyri at tiltakið skal vera sum minst ávirka av verkfallinum.

Vanliga eru áleið 5-6000 vitjandi til Djóradagar og nevndin sigur at eingin orsøk er at setast aftur. Veðurvánirnar til komandi vikuskiftið eru eisini heilt góðar, tí skuldu allar fortreytir verið til staðar fyri einum hugnaligum vikuskiftið í Havnardali. Tiltakið er 25. og 26 mai, báðar dagar frá klokkan 14-18.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 19. mai 2024

34 Leygardagur 25. mai 2024

Dýrgrípir síggja dagsins ljós á Hvalastøðini

Avbjóðingin er at fara væl við óvanligum lutum sum granatum og neyðblussum, samstundis sum trygdin er í hásæti

(Mynd: Tjóðsavnið)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Dýrgripir síggja dagsins ljós, nú ruddað verður á Hvalastøðini, áðrenn hon aftur letur upp fyri savnsgestum 22. juni. Avbjóðingin er at fara væl við óvanligum lutum sum granatum og neyðblussum, samstundis sum trygdin er í hásæti.

Tað skrivar Tjóðsavnið.

Í hesum døgum er spennandi arbeiði í gongd á Hvalastøðini við Áir, har tríggir bygningar aftrat verða settir í stand til savnsnýtslu. Her, sum føroyingar í áratíggju hagreiddu stórhvalatvøst, arbeiða nú handverkarar og arkitektar við at seta bygningarnar í stand, soleiðis at vit kunnu varðveita hetta ídnaðarminnið sum er eitt nýbrot í bæði føroyskari og altjóða søgu.

- Samstundis ganga vit savnsfólk og finna dýrgripir millum lutirnar, ið hava ligið goymdir ymsa staðni á støðini. Her er alt frá flensiknívunum at skera spik av hvalinum til klædnapløgg hjá arbeiðisfólkinum og lutir telgdir úr stórhvalatonnum. Hvør av teimum sigur sína egnu søgu um tað lívið, ið varð livað her fyri ikki so langari tíð síðani.

[object Object](Mynd: Tjóðsavnið)

[object Object](Mynd: Tjóðsavnið)

Hvalastøðin við Áir lat upp í 1905. Hetta er tann allar seinasta hvalastøðin av teimum sjey, sum vórðu settar upp í Føroyum millum 1894 og 1905. Støðin við Áir tók seinast ímóti stórhvali fyrst í 1980-árunum, men sum støð, ið framleiddi lýsi, turrfóður til útflutnings, seldi stórhvalatvøst til skip og tað føroyska húsarhaldið, helt hon uppat í 1958, hóast støðin var opin nøkur ár í 1960- og 1970-árunum.

Hon er eisini tann allar seinasta av sínum slagi, ið enn stendur á norðaru hálvkúlu. Støðin hevur tí serligt søguligt virði í Føroyum, men sanniliga eisini altjóða.

Tá hvalaveiðan kom til Føroya, brendu gøtulampur í stórbýum sum London og París stórhvalalýsi. Kvinnur vóru snøraðar inn í korsett gjørd úr bardum og tannhjól í ídnaðarverkum vórðu smurd í lýsi. Stórur eftirspurningur var á fílabeini, og tenn úr augustum vóru stundum nýtt sum alternativ.

Støðirnar birtu undir eina ídnaðarmenning, sum hevur slóðað fyri øðrum vinnum og gjørt tað lættari hjá føroyingum at breyðføða seg. Eisini fingu fólk møguleika at ogna sær bíligt og nørandi tvøst til matna á støðunum.

[object Object](Mynd: Tjóðsavnið)

[object Object](Mynd: Tjóðsavnið)

- Ikki óvæntað finna vit millum lutirnar á støðini harpunir, úrdrátt sum lýsi og lutir gjørdir úr hvalatonn, men eisini øðrvísi gripir, so sum eina granat til hvalaveiðu, neyðbluss av einum hvalabáti frá 1953 og ein kassa við áskriftini ”Våbenfabrik.” Hóast ongin vandi var á ferð, eiga slíkir lutir at eftirhyggjast og neutraliserast, um teir skulu vísast fram fyri almenninginum. Tí var ringt til løgregluna, ið setti okkum í samband við Arktisk Kommando, ið kom á staði at tryggja sær, at alt var, sum tað skuldi. Burtur úr tí komu nakrar spennandi upptøkur, har neyðbluss verða brostin á Hvalastøðini við Áir, sigur Tjóðsavnið.

Hvalastøðin letur upp aftur fyri savnsgestum 22. juni. Tjóðsavnið roynir at savna enn meira vitan um hvalastøðina og lívið á staðnum. Tey frætta fegin frá fólki, sum antin hava arbeitt á hvalastøðini ella hava annað tilknýti til hana. Eisini um onkur hevur lutir at lata.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 19. mai 2024

35 Leygardagur 25. mai 2024

Turið og Sveinur ársins spælarar

Turið Arge Samuelsen gjørdist stóri vinnarin á hondbóltsgalla á Drelnesi, har ársins spælarar vóru heiðraðir

Turið Arge Samuelsen úr Kyndli og Sveinur Olafson úr H71 gjørdust ársins spælarar (Mynd: HSF)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Hondbóltsgallaveitslan var leygarkvøldið í Salti á Drelnesi. Til veitsluna eru ársins spælarar, venjarar og dómarar heiðraðir.

Turið Arge Samuelsen úr Kyndli vann ikki færri enn tríggjar heiðrar umframt, at hon er á ársins liði. Hon gjørdist ársins spælari hjá kvinnum.

Sveinur Olafsson úr H71 gjørdist ársins spælari hjá monnum.

Hesi gjørdust ársins spælarar

Ársins spælarar
Kvinnur: Turið Arge Samuelsen, Kyndil
Menn: Sveinur Olafsson, H71

Ársins stjørnuskot
Kvinnur: Bjørk Franksdóttir Joensen, Neistin
Menn: Tróndur Johnson, VÍF

Ársins áleyparar
Kvinnur: Turið Arge Samuelsen, Kyndil
Menn: William Skovsager, Kyndil

Ársins málverjar
Jovana Stranjanac, Kyndli
Milenko Jelic Jelkan, KÍF

Ársins verjuleikarar
Bjarta Osberg Johansen, Kyndil
Tony Hammer Weyhe, KÍF

Ársins toppskjúttar
Kvinnur: Turið Arge Samuelsen, Kyndil (230 mál)
Menn: William Skovsager, Kyndil (163 mál)

Ársins venjarar
SMS deildin: Geir Wardum, Kyndil
Burn deildin: Mark Lausen-Marcher, H71

Ársins dómarapar
Thomas Juul Sólbjørnsson Thomsen og Jógvan Skeel Nolsøe

Ársins lið kosið av landsliðsvenjarunum.
Málverji: Jovana Stranjanac
Vinstri vongur: Hervør Niclasen
Vinstri bakkur: Turið Arge Samuelsen
Spælskipari: Natasja Hammer
Høgri bakkur: Bjørk F. Joensen
Høgri vongur: Inga Maria Roysdóttir
Strika: Bjarta Osberg Johansen

Ársins lið kosið av landsliðsvenjarunum.
Málverji: Milenko Jelic Jelkan
Vinstri vongur: Pauli Høj
Vinstri bakkur: William Skovsager
Spælskipari: Sveinur Olafsson
Høgri bakkur: Hallur Arason
Høgri vongur: Bogi Hansen
Strika: Ísak Vedelsbøl


--

Tey ið velja eru, eitt leikaraumboð/liðskipari, venjararnir hjá liðunum í SMS- og Burn deildini, fjølmiðlarnir, sum fylgja hondbóltinum og landsliðsvenjararnir hjá ávikavist kvinnum og monnum. Atkvøtt verður við 3, 2 og 1 stigi, og atkvøðugreiðslan er almenn.

260 fólk vóru meldað til gallaveitsluna í ár.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 18. mai 2024

36 Leygardagur 25. mai 2024

Varpið brakaði saman við Straight Ahead

”Komið øll” við og øll hini mongu Straight Ahead-løgini rungaðu í Varpinum fríggjakvøldið

(Mynd: Dávur Winther)
SkrivaÐ:

Dávur Winther

Varpið og fólkini kring tað hava seinastu dagarnar staðið á øðrum enda, fyri at fáa alt at líkjast teimum góðu 70-unum, tá ið tónleikurin og mótin var nakað heilt serligur.

Í 1978 kom Verðraplátan út, sum kollvelt Føroyar tónleikaliga, síðani tá eru komin hópin av løgum frá Jørgin´sa undarligu tangentum. Hann er eitt tallent sum hugsar, mennir og kveikir á sín serstaka hátt.

Rudolf Joensen var vertur og greiddi frá í heimligum vendinum og ættarsøgum um hesar serligu dreingir, sum undir veingjabreiði frá Kallu, Britu og seinni Evald Kjølbro fingu frið at virka, og hugsavna seg við buldur og brak.

Í forrhøllini í Varpinum og grannahølunum vóru innrættað tvey kømur/stovur, sum tað sá út í 70-unum. Ein reyður Triumph stóð í forhøllini við hopin av ungdómum rundanum í 70-ara klæðum. Jú har var nógv stuttligt at síggja og dámurin ella hugnin frá 70-unum, var har við tað sama.

Men tað liggja hópin av góðum løgum eftir Jørgin – ikki á hyllini men inni á hansara undarliga, men skilagóða høvdi. Graham Stewart hevur grivið tvey løg fram frá Jørgin, sum teir so saman við Óla Poulsen hava fingið til fólkaogn fyri stuttum.

Í gjár mundi Varpið koppað av gleði og fagnaði við einum heilt serligum afturlitið til 70-ini har alt bar til. Har serliga Jørgin saman Straight Ahead, Archibald, Hera, Edvard og Agnar og seinni saman við Hjarnar, breyt heilt upp úr nýggjum.

Ungu dreingirnir úr Húsinum hugtóku fjøldina, eins og teir boðaðu frá, at eitt nýtt tónleikaættarlið er um at taka við! Sama gjørdi Adrenalin, sum spældi av lívsins kreftum.

Undan konsertini var eitt klassiskt ensamble við Atla Elendersen á odda, sum spældi útsetingar hjá Straight Ahead, ið Páll Sólstein hevði útsett. Hetta ljóðaði heilt framúr og setti tingini og tónleikin líka sum í perspektiv.

Jørgin fór afturum pallin og læt nøkur tár falla, so hugtikin og rørdur var hann av hesum innslagnum!

Men húsorkestrið - "Komið øll við-Band", setti sjálvandi sín serliga dám á kvøldið, við sera dugnaligum leikarum, har eisini sonur Hans Carl, Bjarki og Karl Martin høvdu hvør sín solosang við eisini.

”Komið øll” við og øll hini mongu løgini, hann skrivaði, rungaðu í Varpinum. Jørgin mundi verðið sligiðin til riddara av Luxenburg, tá ið teir við Breaking my Heart, gjørdust nr. tvey í ein eini kapping, Radio Luxenburg skipaði fyri – Í øllum førum gjørdust teir tá hóast alt heimskendir.

Jú, tað var ein gleðilig løta í Varpinum í gjárkvøldið – øll sungu og klappaðu við og hugnaðu sær. Eingin vildi heim í góðveðrinum eftir konsertina og vórðu hangandi inni og uttanfyri, og fingu eitt gott prát um góðar gamlar dagar! Onkur byrjaði eisini at skipa fyri, at dansur skuldi verða í Varpinum, men so bleiv ikki.

Har var gott, hugnaligt og deiligt!

Jørgin bleiv eisini heiðraður!

Bráðliga undir konsertini, meðan Jørgin spældi, troppaði borgarstjórin, Karl H. Johansen upp á pallinum við kekki á kr. 75.000,- undir arminum. Eisini hevði hann eitt heiðursbræv frá “Listavirðisløn Nólsoyar Páls”, sum m.a. Archibald, spælifelagi Jørgin´s, býráðið og Norðlýsið hava sett á stovn fyri nú mongum árum síðan.

So Jørgin er komin inn í ”Hall of Fame” í Klaksvik! Jørgin var sera fegin, yvirraskaður, skelkaður og glaður – Hann visti einki um henda grunnin, og hevði ikki hugsað henda tankan heldur.

[object Object]

Á heiðursbrævunum stóð:

”Henda viðurkenning og sømdargáva verður latin Jørgin Dahl

Fyri dygdargóð avrik og ótroyttiliga at bróta upp úr nýggjum við serstøkum tónleiki og tónleikasamstørvum.

Tú hevur við trúfesti ímóti tínum tónleiki skarað framúr, bæði sum sangskrivari, sangari og tónasmiður. 

Jørgin er fólkaogn!”

Takk fyri eitt frálíkt kvøld í einum frálíkum húsi!

[object Object]

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 18. mai 2024

37 Leygardagur 25. mai 2024

Nú er Paul McCartney milliardingur

Fyrrverandi Beatles-sangarin er fyrsti bretski tónleikarin, sum gerst milliardingur - í bretskum pundum

(Savnsmynd)
SkrivaÐ:

Alda Nielsdóttir

Á hvørjum ári almannakunnger Sunday Times ein "Rich List" yvir bretsk ríkfólk, og har sæst, at 81 ára gamli Sir Paul McCartney og konan Nancy McCartney eru á listnum sum nummar 165 við ognum fyri eina milliard pund.

Fyrrverandi Beatles-sangarin er, sambært bretskum miðlum, nú fyrsti bretski tónleikarin, ið gerst milliardingur - í bretskum pundum.

Sambært Sunday Times er virðið á ognunum hjá McCartney økt við 50 milliónum pundum seinasta árið. Inntøkurnar stava m.a. frá einari konsertferð og innspælingini hjá Beyoncé av Beatles-lagnum "Blackbird". Nýggja Beatles-lagið "Now and Then" varð eisini givið út í november í fjør.

Í skrivandi stund er eitt bretskt pund vert 8,72 av okkara krónum.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 18. mai 2024

38 Leygardagur 25. mai 2024

Bústaðarrentan er økt

Føroysk húsarhald, ið hava realkredittlán sum fígging av bústaði gjalda í miðal lægri rentu, enn tey, ið hava bústaðarlán í føroyskum banka

(Savnsmynd)
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Landsbankin: Størsti parturin av skuldini hjá húsarhaldunum er bústaðarlán. Í juli 2022 rindaðu føroysku húsarhaldini í miðal 2,7% í rentu av síni bústaðarskuld í føroysku bankunum. Í februar 2024 rindaðu tey 5,1% í rentu.

Tey, sum hava danskt realkredittlán, eru farin frá at gjalda 2,2% í juli 2022 í miðal í bústaðarentu til 3,3% í februar 2024 (íroknað bidrag). Økingin er ikki eins stór á donsku realkredittrentuni, sum á føroysku bústaðarrentuni. Orsøkin er tann, at rentan ikki er økt hjá teimum, ið hava fastrentaði realkredittlán. Tey, ið hava eitt realkredittlán við einum rentubindingartíðarskeiði, sum gongur út í næstum, fara tó at merkja rentuhækkingarnar komandi tíðina.

Føroysk húsarhald, ið hava realkredittlán sum fígging av bústaði, gjalda í miðal lægri rentu, enn tey, ið hava bústaðarlán í føroyskum banka. Miðalrentan á bústaðarfígging í Evru-økinum var til samanbering 3,9% í januar 2024.

[object Object]

Nógv húsarhald fáa rentustuðul og merkja tí ikki fulla virknaðin av øktu rentuútreiðslunum. Rentustuðul fæst tó bert fyri rentuútreiðslur niðanfyri 100.000 kr. árliga. Í februar 2024 var bústaðarrentan í føroysku bankunum 5,1%, ið merkir, at húsarhald við eini bústaðarskuld omanfyri 2 mió. kr. hava rakt markið fyri rentustuðul.

[object Object]

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 18. mai 2024

39 Leygardagur 25. mai 2024

Bústaðarbyrðan størst í Tórshavn

Bústaðarbyrðan var 44% í Tórshavn, 26% í Eysturoynni og Klaksvík, og 30% í øllum landinum í miðal í 2023

(Savnsmynd)
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Landsbankin: Betri Banki hevur roknað, hvussu stór bústaðarbyrðan er hjá føroyskum húskjum í ymsum økjum í Føroyum.

Bústaðarbyrðan er parturin av tøku inntøkuni, sum eitt par við tveimum børnum undir 7 ár nýtur til at gjalda sítt bústaðarlán. Í myndini sæst, at bústaðarbyrðan er størst í Havnini, og at hon er økt í 2023 í mun til 2022.

Bústaðarbyrðan hevur annars verið lækkandi frá umleið 2009 til 2015, tí inntøkurnar vuksu samstundis sum renturnar lækkaðu. Frá 2015 og fram til 2021 vóru renturnar framvegis lágar meðan inntøkurnar vuksu, men sethúsaprísirnir hækkaðu munandi í hesum tíðarskeiði, og tað økti um bústaðarbyrðuna. Síðani á sumri 2022 eru renturnar hækkaðar nógv, og tað hevur aftur økt nógv um bústaðarbyrðuna.

Bústaðarbyrðan var 44% í Tórshavn, 26% í Eysturoynni og Klaksvík, og 30% í øllum landinum í miðal í 2023. Í Klaksvík er bústaðarbyrðan minkað eitt vet í í 2023 í mun til 2022. Hetta kemur av, at bústaðarbyrðan vaks í 2022 vegna øktum miðalprísi á sethúsum í Klaksvík í 2022. Í 2023 vaks miðalprísurin ikki eins nógv, og tí sæst eitt lítið fall í bústaðarbyrðuni í 2023. Miðalprísurin á sethúsum í Klaksvík sveiggjar vegna tað, at tað eru lutfalsliga fáar sølur í Klaksvík, og tí kunnu einstakar sølu toga miðalprísin annan vegin.

[object Object]


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 18. mai 2024