Lat aftur Yvirlit list articles in edition

Leygardagur 08. juni 2024 | Nr. 23 | Árgangur 5 | Kr. 0,00

- Eg megnaði ikki at koma upp úr songini í trý samdøgur

SíÐa 4

1 Leygardagur 08. juni 2024

Góðan lesihug og góðan countryfestival

Nýggj útgáva hvønn leygarmorgun kl. 7

Oddagrein

Tolið er uppi

Enn ein vika er farin, har samfelagið í stóran mun hevur ligið óvirkið, tí semja enn ikki – (í skrivandi stund) – er funnin í sáttmálaósemjuni millum arbeiðsgevararnar og tímaløntu arbeiðsfólkini.

Men tað er vón í luftini og væntanir um, at partarnir kanska koma til sættis hetta vikuskiftið.

Tí í vikuni, sum fór, helt semingsmaðurin seg hóma ein vilja hjá pørtunum til nærkast hvørjum øðrum, og síðan hósdagin hava partarnir sitið til samráðingar.

Tá henda oddagrein varð skrivað, var enn einki at frætta, og sannlíkindi eru fyri, at ein møgulig semja neyvan verður funnin, fyrr enn einaferð út á sunnudagin ella -kvøldið.

Vit liva í vónini um, at arbeiðsfólkini sleppa til arbeiðis aftur mánamorgunin, og at støðan í samfelagnum fer at gerast alt meira normal so hvørt sum komandi vika líðir.

Í dag eru 25 dagar síðan verkfallið byrjaði. Tað eru nógvir dagar, at rusk ikki verður heintað, at býir og bygdir ikki verða reinhildnir, at arbeiðspláss ikki verða vaskað, at fólk ikki sleppa til arbeiðis við almennu samferðsluni, at matur og brúksvørur ikki eru komin til landið.

Deymurin av ylandi burturkasti byrjar at breiða seg um landið, ið eisini nógvastaðni eisini er skemt av, at fólk uttan fyrilit fyri náttúru og medmenniskjum, hava sloppið sær av við burturkastið við at tveita tað í vegjaðaran onkrastaðni í óbygdum.

Vónandi verður funnið til fram hesi svínini og tey verða revsað fyri tað, tí slíkt kann og skal als ikki góðtakast.

Men hetta er alt tekin um, at fólk eru leidd av undantaksstøðuni. Flestu okkara unna løntakarunum eina munandi lønarhækking, so at lønarstøðið bara nøkulunda kann fylgja dýrtíðini. Men tað eru eisini mørk fyri hvussu leingi samfelagið alt kann haldast gísli í hesi lønartrætu.

Nú vit nærkast fýra vikum er tolið uppi. Kollsiglir henda semingsroyndin og partarnir fara hvør til sítt aftur, so tora vit illa at gita um, hvat fer at henda, hvussu fólkið fer at reagera og venda sær ímóti pørtunum í ósemjuni. Hvussu sjálvtekt og lógloysi fer at ráða.

Slíka støðu vilja vit fyri alt í verðini ikki enda í.

Tí ljóðar boðskapurin til báðar partar: Við ófrávíkiligum krøvum nær ongin á mál. Allir partar í trætuni mugu geva seg fyri at møguleiki skal vera fyri at finna eina semju. Komið nú við tykkara eftirlæti – allir partar – og gevið okkum gerandisdagin aftur, so vit sleppa at njóta bestu tíðina á árinum.


SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

  • Blaðið

    Stovnað 2020

    Útgevari: Knassar

    Upplag: 8301

    Lisnar síður: 20941

    Dagført 10. hvørt sekund
  • Samband

    tel. 20 80 80

    [email protected]



    Ingi Samuelsen

    Redaktørur

    [email protected]

    tel. 22 22 73


  • Borgar Kristiansen

    Lýsingarráðgevi

    [email protected]

    tel. 23 66 01

2 Leygardagur 08. juni 2024

Kongur kemur ikki til Føroya

Verkfallið ger, at løgmaður hevur útsett kongshjúnavitjanina sum skuldi vera 12. til 14. juni

(Savnsmynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Aksel V. Johannesen, løgmaður, tók mikudagin avgerð um at útseta kongshjúnavitjanina, sum eftir ætlan skuldi vera í døgunum 12.-14. juni.

Orsøkin er óbroytta støðan við verkfallinum, skrivar Løgmansskrivstovan.

- Eg eri sera harmur um, at vit mugu útseta kongshjúnavitjanina. Eg veit, at mong við mær hava glett seg til at taka ímóti Fríðrikki kongi og Mary drotning. Fyrireikingarnar hava gingið væl og nógv fólk hava lagt stóra orku í at seta saman eina spennandi og fjølbroytta skrá, men vitjanin verður flutt og hildin, tá ið umstøðurnar, at hava eina kongaliga vitjan, eru tær røttu, sigur Aksel V. Johannesen, løgmaður.

Løgmansskrivstovan og Kongshúsið arbeiða við at finna nýggja dagfesting til vitjanina.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 05. juni 2024

3 Leygardagur 08. juni 2024

Semingsroyndin farin í gongd

Klokkan 15 hósdagin á Hotel Føroyum, har semingsstovnurin hevur tikið semingsroyndina upp aftur

(Mynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

Seinnapartin hósdagin hittust arbeiðarafeløgini og arbeiðsgevararnir til seming á Hotel Føroyum.

Partarnir byrjaðu í hvør sínum rúmi. Arbeiðsgevararnir eru í einum rúmi og tey fimm arbeiðarafeløgini eru í einum.

Myndir: Sverri Egholm

[object Object]Arbeiðsgevarafelagið

[object Object]
Jens Meinhard Rasmussen, stjóri í Smyril Line og Skansi, og Høgni Hanseen, stjóri í Pf. Poul Hansen

[object Object]Umboðini fyri arbeiðarafeløgini

[object Object]Terji Sigurðsson, semingsmaður


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 06. juni 2024

4
Leygardagur 08. juni 2024

- Eg megnaði ikki at koma upp úr songini í trý samdøgur

Landsliðsspælarin í hondbólti fór frá EM-gleimi til at hava torført við at busta tenn og koyra tallerkar í uppvaskimaskinuna. Í mars rakti strongd Róa Berg Hansen, sum nú greiðir Blaðnum frá, hvat hann hevur verið ígjøgnum

- Tað er umráðandi at viðurkenna, at alt ikki er ein dansur á rósum, og at tað eisini er okay. Haldi at fólk hava lyndi til at síggja tað sum ein veikleika, og at man á ein hátt gevur upp. Tú verður so góður til at goyma tað, at tú ikki hevur tað gott. Rói Berg Hansen leggur kortini á borðið í fyrstu samrøðuni, eftir at hann varð sjúkrameldaður við strongd og fekk staðfest ADD (Mynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

- Tað hendi so brádliga, at tað var einki at taka feil av. Eg var í Føroyum til landsliðsvenjingar mitt í mars. Ein krevjandi skrivlig roynd var yvir alnótina tíðliga á degnum. Hon tók seks tímar. Aftaná fór eg í høllina á Hálsi at spæla venjingardyst. Kom aftur til Danmarkar mánadag, kendi meg ikki væl í kroppinum, og tá eg so skuldi upp til venjing týsdagin, komi eg simpulten ikki upp úr songini.

Tað er ein vanligur fríggjadagur á Oyrasundskolleginum. Rói Berg Hansen greiðir róliga frá, hvussu støðan var miðskeiðis í mars, tá alt meira ella minni steðgaði upp hjá føroyska hondbóltsspælaranum, sum eisini er læraralesandi og hevur eitt arbeiði afturat.

Hendan týsdagin í mars megnaði Rói ikki fara upp til venjing. Hann stríddi seg tó til arbeiðis klokkan 12.45, men har kom ikki so nógv burturúr, og hann endaði við at sita hjá stjóranum og tosa um strongd.

- Eg minnist faktiskt ikki alt, men brádliga sat eg á kontórinum hjá stjóranum og spyrji hvørji tekin eru uppá, at man er stressaður. Var so at siga heilt vísur í, at tað var tað, tí at kroppurin ristist. Eg verði eisini rørdur og fái ikki heilt orðið upp. Eg fái tað so út, og kenni meg betri eina løtu. Vit avtala so at hyggja uppá tað aftur, tí páskaferian er vikuna eftir. Síðani fari eg heim, leggi meg í songina og komi ikki uppaftur í yvir trý samdøgur.

Fekk ikki flutt seg í tríggjar dagar

Tað kom ógvusliga hjá føroyska hondbóltsspælaranum, sum einki fekk etið, og so at siga ikki fekk flutt seg í tríggjar heilar dagar. Hann fekk so dánt melda avboð til dyst hjá HØJ.

- Har var einki at taka feil av. Kroppurin gav eftir. Hann segði stopp, og eg hevði einki at skulla sagt. Eg hevði strongd (….) Eg eri annars eitt rættiliga orkufult menniskja. Havi altíð verið øðiliga nógv í gongd, vant nógv og fingið litið heilt á mín kropp. Eri eisini ein útvendur og glaður persónur.

Soleiðis roynir Rói Berg Hansen at lýsa støðuna og seg sjálvan. Hann heldur ein steðg og hugsar seg líka um. Tað kann viðurkennast, at hetta var á veg í eina tíð, sum úrslit av longum døgum og nógvum trýsti. Hondbólturin var heldur ikki tann sami.

- Nú tá eg hyggi aftur, kann tað staðfestast, at tað hevur verið á veg leingi. Arbeiði, skúli og hondbóltur og tað at vera noyddur at avrika allastaðni. Hondbólturin hevur altíð verið eitt frírúm fyri meg, men tað hevur tað ikki verið seinasta árið. Tað hevur ikki gingið so væl, og eftir at eg byrjaði upp á útbúgving aftur, hevur hondbóltur kenst sum eitt starv. Samnalagt hava arbeiðsdagarnir verið eini 13-14 tímar. Næstan hvønn dag.

[object Object](Mynd: Sverri Egholm)

- Man hugsar allatíðina: Eg skal bara líka koma framvið hesum og hesum; so er alt gott. Men har kemur allatíðina okkurt nýtt. Tað er nátúrligt – soleiðis er tað hjá øllum. Men yvir longri tíð og tá høvdið ikki megnar at siga frá, at “tú skalt ansa eftir”, so sigur kroppurin frá til endans: Her til og ikki longur.

Frá EM til at koyra tallerkin í uppvaskimaskinuna

Í januar var Rói Berg Hansen partur av at skriva søgu fyri føroyska manslandsliðið í hondbólti.

Dagarnir í Berlin og tíðin rundanum var nakað serligt, har royndi vongurin eisini átti sín serliga leiklut í minniliga javnleikinum móti Noregi. Frá tí til ein dagligdag sum lesandi í Keypmannahavn, og spælara í næstbestu donsku deildini við arbeiði við síðuna av kann tykjast kollveltandi. Tað kann eisini vera tómt, og kanska var endaspæls-upplivingin so ógvuslig, at hon ávirkaði.

Rói heldur tó ikki sjálvur, at EM beinleiðis var við at “seta gongd” í strongdina.

- Eg eri spurdur nakrar ferðir, um EM-endaspælið hevur havt nakað við hetta at gera. Tað haldi eg sum so ikki. Arbeiddi miðvíst fram ímóti tí og at man skuldi vísa seg frá sínari bestu síðu. Sjálvandi er tað so, at ein verður viðurkendur, og tað er tað feitasta upplivilsi nakrantíð. Kemur frá einari “boblu” har tað bara snýr seg um tað. Tað mesta av desember og januar var tað bara hondbóltur. Lesibólkurin tók byrður fyri meg tá. Men eg komi so aftur, og til ein langan arbeiðsdag har man hugsar: “Galið, hetta er moðið”. Skúlin er strævin, gongur illa í HØJ og ja...so rakar tað bara.

Vildi bara læsa seg inni

Hvussu var so tann tíðin beint eftir, at tú fekk staðfest strongd?

- Í byrjanini lá eg bara og hevði sum so ikki samband við nakran. Nógv er svart: Eg minnist lítið frá tí. Men eg skuldi so heim í konfirmatión hjá beiggja mínum. Fór tí til Føroyar morgunin eftir, at eg kom upp fyrstu ferð. Tað var hart men gott, at eg fekk pressað meg til tað.

Familjan vildi gjarna, at Rói varð verandi í Føroyum, nú hann var sjúkrameldaður. Hetta kom tó ikki uppá tal hjá Róa. Hann visti, at tey vildu honum tað besta, men í støðuni kendist tað klaustrofobiskt, og hann fór aftur til Danmarkar fyri “at læsa seg inni" – at hava møguleikan at vera burtur frá fólki.

- Tá tað gongur væl, so hevur man yvirskot til alt møguligt. Men tá tað gongur illa, og eg merki, at eg verði hugtungur: So loyvi eg ongum inn. Tað er nokk ein vánaligur eginleiki, staðfestur Rói.

Í einum heilt øðrum veruleika

Persónurin, sum vit kenna sum ein við nógvari orku og við kenslunum “uttaná klæðunum” á hondbóltsvøllinum, var nú í einum heilt øðrum veruleika. Hann fegnaðist ikki um umráðandi mál av vinstra vongi ella góða verjuatgerð: Bara at busta tenn var ein sigur – tað var eitt sindur absurd, viðurkennir hann hálvgum flennandi:

- Frá viku tvey í mínari sjúkramelding skrivaði eg allar góðar upplivingar niður. Tá var tað framgongd at reisa meg upp, at busta tenn, at tendra tónleik, at rudda eitt sindur og at fara út at ganga ein lítlan túr. Sindur sum eitt smábarn, sum mennist spakuliga: Alt var framburður. Samleikin fer frá at hava verið til EM-endaspæl tveir-tríggjar mánaðir frammanundan, at hava verið nógv í miðlum, at hava verið við til at fingið javnleik móti Noreg – til hetta. At skriva niður: “Gott arbeitt, Rói! Tú hevur koyrt tallerkin í uppvaskimaskinuna”. Mótsetningurin er øðiligur.

[object Object]

Stórur stuðul – megnar ikki at sleppa landsliðnum

Hóast fylgjandi tíðin var tung, so hevur tað eisini verið sunt fyri 28-ára gamla havnarmannin. Hann fekk at sanna, hvussu viðbrekið alt er, men eisini sæð hvussu nógv fólk vilja honum væl: menniskjanum Róa.

- Tankarnir vóru alla møguliga staðni: Frá tí at eg vildi gevast við hondbólti, við arbeiðnum og við skúlanum og so byrja av nýggjum. Eina løtu hugsaði eg um at flyta onkra heilt aðrastaðni, spæla hondbólt við onkrum liði og ja..bara sleppa eitt sindur vekk.

- Men so við og við fekk eg løtt mítt “sosiala battarí”, og eisini veruliga sæð hvussu nógv fólk vilja mær væl. Tað hevur verið ótrúliga gleðiligt at sæð, at tað er altíð ljós í endanum av tunlinum. Eisini at so nógv fólk hava áhuga í, at eg havi tað gott. Tað var ógvuliga kensluborið – serliga tá man er helt niðri sálarliga og kennir tað sum um, at man ikki hevur virði fyri onnur.

Rói Berg Hansen viðurkennir, at hann hevur stríðst við sítt sjálvsvirði yvir longri tíð, har hann eisini javnan hevur verið hugtungur. Ítróttarmaðurin hevur tó altíð havt sín kropp at rokna við – tað var ein trygd í tí, sigur Rói - men so var ikki fyri stuttum. Tá vóru tað ístaðin fólk, ið hann kundi líta á, og nógv bjóðaðu sær at hjálpa til við millum annað at keypa inn fyri hann.

Stuðul frá landsliðsvenjaranum

Øll rundanum sóu álvaran í støðuni og sóu menniskja – eisini landsliðsvenjarin, sum annars hevði tikið Róa Berg Hansen út til HM play-off dystirnar í mai:

- Eg tosaði eisini við Peter Bredsdorff-Larsen. Hann segði, at tað var persónin Róa og ikki hondbóltsspælaran, sum hann ringdi og spurdi inn til. Tað hjálpti eisini.

Hann hevur verið á A-landsliðnum síðani 2018, men nú Føroyar skuldu spæla um eitt HM-atgongumerki, var Rói ikki tøkur. Hetta nívdi havnarmannin nógv, og hann fekk ikki sitið sjálvur og hugt:

- Tað var forferdeligt at sita og hyggja eftir dystunum móti Norðurmakedónia – heilt forferdeligt. Tíbetur sat ein góður vinmaður saman við mær undir fyrra dystinum. Tað hevði eg ikki megnað at hugt eftir sjálvur. Til tann seinna dystin sá eg bert teir seinastu tólv minuttirnar; eg megnaði ikki at tendra áðrenn. Men tað var ein løgin “deja-vu” kensla at sita og hyggja eftir fyrra dystinum, tí eg bleiv við at sita og bíða at síggja meg sjálvan. Tað ger man jú vanliga, tá man hyggur eftir einum landsdysti umaftur.

[object Object](Mynd: Sverri Egholm)

Upplivingin hjálpti tó eisini:

- Tað var sum so eisini tá, at eg segði við meg sjálvan: “Eg eri yvirhøvur ikki til reiðar at geva upp og at ikki vera partur av hesum meira”. Veit at tað fer at krevja nógv arbeiði. Eg skal eisini vera nóg góður og koma upp á mítt allarbesta aftur fyri at hava møguleikan – bæði Leivur (Mortensen, red.) og Janus (Dam Djurhuus, red.) eru jú ótrúliga dugnaligir. So at síggja dystin í Føroyum eggjaði meg av álvara til at koma í gongd aftur at spæla hondbólt.

Kroppurin er framvegis ikki í somu støðu, sum áðrenn sjúkrameldingina. Tað merkist enn heldur væl, men Rói Berg Hansen skal við til næstu uppgávurnar hjá Føroyum.

- Eri úttikin til venjingardystirnar í Japan fyrst í juli, og havi sett mær fyri at eg skal við har. Vil framvegis vera partur av góðu tilgongdini, og eg gleði meg at vera saman við liðnum. Eg havi roynt at vant fysiskt, men eg merki væl, at eg ikki kann tað sama enn. Tað eri eg eitt sindur argur um, men tað er ein tilgongd.

Skal finna gleði í hondbóltinum og øllum aftur

Rói viðurkennir, at hann var nær við at sleppa hondbóltinum, tí fyrstu tíðina hevði hann tað fínt uttan. Mentala yvirskotið var eisini umráðandi – tó vil vongurin framvegis ov nógv hondbóltin og sum nevnt: Serliga at vera partur av landsliðnum aftur. Tað skal tó ikki verða sum eitt arbeiði aftur. - Tað riggar ikki fyri meg, staðfestir hann ærliga:

- Hevði ikki nortið við ein bólt í yvir tveir mánaðir. Nú eri eg byrjaður at venja við Køge, sum eg skal spæla við næsta ár. Teir eru júst fluttir niður til triðbestu deildina, og venja einaferð færri um vikuna enn HØJ, sum er í næstbestu deildini. Eisini venur liðið einaferð um vikuna í Keypmannahavn, so har fer venjingartíð og tíð til ferðing burtur, í mun til hvat tað hevur verið. Trýstið er eitt sindur minni, og tað er ikki líka nógv ferðing til útidystir.

Hetta hóvar Róa Berg Hansen væl og er hóskandi til støðuna. Meðan hann situr í hesari íbúðini á Amager kann staðfestast, at man skuldi finna seg sjálvan eitt sindur aftur fyri at koma til eitt nýtt startpunkt. At ikki verða raktur hart av strongd aftur er ein lykil.

- Eg skuldi finna gleði í tingunum aftur. Eg hevði mist alt mítt yvirskot. Síðani var umráðandi at finna útav, hvussu eg ikki skuldi enda í somu somu støðu. Um ein bert aftur fer aftur til somu arbeiðsbyrðu og líknandi gerandisdag, so er vandin stórur fyri at fara niður við strongd aftur. Eri byrjaður at arbeiða so smátt: Níggju tímar um vikuna.

[object Object](Mynd: Sverri Egholm)

- Kortini á borðið: Umráðandi at viðurkenna avbjóðingar

Ein lækni og ein psykoterapeutur hava verið partur av tilgongdini at koma í gongd aftur. Tað er umráðandi at bróta tann múrin, staðfestir Rói, sum hevur gingið til psykoterapeut í eina tíð. Hann vil gjarna leggja kortini á borðið:

- Tað er ein umráðandi venjing at tora at vera sárbærur. Tað er eisini ein av orsøkunum til, at eg geri hetta, og fortelji um mína støðu alment. Tað er umráðandi at viðurkenna, at alt ikki er so pent og feitt. Hetta hendir jú eisini fyri so nógv; serliga í okkara tíð. Tað jaliga við strongd er, at tað ikki er neyðugt at fáa stórar avleiðingar fyri onnur enn ein sjálvan. Eg eri eisini í tí støðu, at eg skal til dømis ikki framhaldandi stríðast fyri at breyðføða eina heila familju í einum fátækum landi. Tað hevur sjálvandi verið ein tungur burður at tosa við fólk um, at man ikki hevur tað so gott, sum tað kanska sær út til: Tað er ofta bert ein framsíða, sum vit vísa fyri øllum.

- ADD er ikki ein umbering fyri nakað

Samtalurnar við psykoterapeutin hava hjálpt Róa nógv. Tað byrjaði, tá hann skuldi útgreinast fyri ADHD/ADD í desember í fjør. Hetta hevur eisini ávirkað – tó slær hann fast, at ADD ikki er ein umbering fyri nakað: Meira er tað ein amboð fyri at skilja seg sjálvan betri.

- Eg havi ADD. Tað er nú staðfest. Hetta hevur hingið eitt sindur uppi yvir mær í eina tíð. Tað skal ikki vera ein umbering fyri nakað, men ADD ávirkar jú, hvussu ein hugsar og ber seg at í nógvum ymiskum støðum. Nú skilji eg meg sjálvan betri, og eg veit betri nú, hví eg geri, sum eg geri í ymiskum støðum. Næsta fetið er at fáa medisin, ið hjálpir. Skuldi fáa medisin beint tá eg varð sjúkrameldaður, so tann tilgongdin varð seinkað.

Rói Berg Hansen viðurkennir, at tað framvegis er tungt, og at hann skal finna tann rætta háttin at skipa seg uppá aftur. Bæði hvussu hann hugsar, og hvussu gerandisdagurin sær út.

- Nú merki eg beinanvegin á kroppinum, um tað eru “strongd-løtur”. Tað eru framvegis morgnar, har eg ikki fái komið upp – í hvussu so er ikki beinanvegin. Tað ber simpulten ikki til, og millum annað kann høgri armur verða sum lammaður í løtum. Tí havi eg eisini eina avtalu við arbeiðsplássið um at møguliga møta seint.

Rói er framvegis sjúkrameldaður, men er spakuliga komin í gongd aftur. Hann merkir, at tað gongur spakuliga frammá, og er hendan samtalan eisini partur av tilgongdini víðari. Tá vit til seinast spurdi persónin, sum føroyingar bert kenna sum orkuríka og heldur kensluborna hondbóltsspælaran, um hann hevði góð ráð til onnur fólk í líknandi støðu, segði hann soleiðis:

- Tað er eitt so vanligt fyribrigdi at fáa strongd – tað rakar øll sløg av fólki. Tað er umráðandi at viðurkenna, at alt ikki er ein dansur á rósum, og at tað eisini er okay. Haldi at fólk hava lyndi til at síggja tað sum ein veikleika, og at man á ein hátt gevur upp. Tú verður so góður til at goyma tað, at tú ikki hevur tað gott. Skaðin á teg sjálvan verður bara so mikið størri á teg sjálvan, tí fyrr ella seinni rakar tú ein múr. Havi viðurkent at man skal tora at vera sárbærur og tora at vísa tær kenslurnar. Tað er tað fyrsta stigið, haldi eg.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 08. juni 2024

5

Størv

Grafisk designer till kommunikationsavdelning

Meira Umsóknarfreist: 31. oktober 2024

Nordiska ministerrådet söker Kontorschef till Vilnius

Meira Umsóknarfreist: 11. november 2024

Kervistøkningur til Elektron

Meira Umsóknarfreist: 20. oktober 2024

Nettøkningur til Elektron

Meira Umsóknarfreist: 20. oktober 2024

Tvey vísindafólk ella tveir verkfrøðingar til dátuvísindi

Meira Umsóknarfreist: 15. oktober 2024

Fulltikin dekkari til Bakkafoss

Meira Umsóknarfreist: 16. oktober 2024

Løgfrøðingur til Sev - endurlýsing

Meira Umsóknarfreist: 13. oktober 2024

HR-medarbetare med intresse för administrativa arbetsuppgifter

Meira Umsóknarfreist: 17. oktober 2024

Starvsfólk til KAFÉ FAE á flogvøllinum

Meira Umsóknarfreist: 16. oktober 2024

Sosialráðgevi til Barnaverndartænastuna í VEKS

Meira Umsóknarfreist: 27. oktober 2024

Deildarleiðari til Byggimálsdeildina

Meira Umsóknarfreist: 21. oktober 2024

Samskiftisfólk til Sev

Meira Umsóknarfreist: 19. oktober 2024
6 Leygardagur 08. juni 2024

Á ársfundi í WHO fyri fyrstu ferð sum atlimur

Landsstýriskvinnan við heilsumálum, hevur verið á ársfundi hjá Heimsheilsustovninum, WHO, og hetta er fyrstu ferð, at Føroyar luttaka á ársfundinum sum atlimur, síðani Føroyar fingu atlimaskap

Fyri Føroyar er tað eitt stórt framstig at hava fingið atlimaskap í WHO, sigur Margit Stórá, landsstýriskvinna
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Margit Stórá, landsstýriskvinna við heilsumálum, hevur verið á ársfundi hjá Heimsheilsustovninum, WHO. Hetta er fyrstu ferð at Føroyar luttaka á ársfundinum sum atlimur, síðani Føroyar fingu atlimaskap.

Evnið á ársfundinum í ár var: “Alt fyri heilsu, heilsa fyri øll” (All for Health, Health for All). Nógv framstig eru hend á heilsuøkinum seinnu árini. Men enn hava fleiri av heimsins londum ymsar avbjóðingar á heilsuøkinum. Sum dømi kunnu nevnast, at í summum londum er heilsuverkið ógvuliga veikt, í fleiri londum er trot á heilsustarvsfólkum og fleiri ung uppliva sálarligar avbjóðingar.

Í kjalarvørrinum av koronafarsóttini hava londini í WHO arbeitt við at gera eina farsóttarætlan, so heimsins lond verða betri før fyri at handfara komandi farsóttir. Eftir ætlan skuldi farsóttarætlanin samtykkjast á ársfundinum. Men eftirsum arbeiðið við farsóttarætlanini ikki er liðugt enn, samdust londini um at leingja tíðarfreistina við í mesta lagi einum ári.

Ársfundurin í ár var eisini merktur av mongu humaniteru kreppunum í heiminum, m.a. í Ukraina, Gasa og Sudan. Á ársfundinum varð ført fram, at tað er týdningarmikið, at verja sivil fólk og tryggja teimum neyðugar heilsutænastur í kreppustøðum.

– Tað er týdningarmikið, at Føroyar luttaka í samstarvinum í WHO, tí WHO er tann týdningarmesti felagsskapurin at vera partur av, tá tað snýr seg um heilsu, heilsukreppur og kreppustýring í tí sambandi. Fyri Føroyar er tað eitt stórt framstig at hava fingið atlimaskap í WHO. Nú kunnu Føroyar luttaka í hesum samstarvinum á stórt sæð jøvnum føti við limalondini í WHO. Hetta merkir m.a., at vit fáa beinleiðis kunning frá WHO, kunnu luttaka í arbeiðsbólkum undir WHO og vit hava fingið væl betri møguleika fyri at knýta sambond og samstørv við onnur lond í WHO, sigur Margit Stórá, landsstýriskvinna við heilsumálum.

Í sambandi við ársfundin hjá WHO hevði Margit Stórá fund við stjóran í danska Sundhedsstyrelsen. Á fundinum umrøddu tey ymisk mál, sum hava felags áhuga. Herundir tær avbjóðingar, sum eru fyri framman á heilsuøkinum bæði í Føroyum og Danmark, og hvussu londini arbeiða við at handfara avbjóðingarnar. Stjórin í Sundhedsstyrelsen kunnaði m.a. um, at í juni mánaði fer ein serfrøðinganevnd, nevnd Strukturkommissionen, at handa innanríkis- og heilsumálaráðkvinnuni eitt uppskot um, hvussu heilsuøkið í Danmark kann skipast í framtíðini.

Danski sendimaðurin í Sveis bjóðaði Margit Stórá til døgverða. Hann kunnaði yvirskipað um, hvørjum málum tey arbeiða við á sendistovuni. Margit Stórá kunnaði um heilsuøkið í Føroyum og tey mál, sum hon arbeiðir við.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 06. juni 2024

7 Leygardagur 08. juni 2024

Bilur av vegnum og langt oman gjøgnum bøin

Bilførarin var einsamallur í bilinum og slapp væl frá hendingini í Kollfjarðardali

 
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Um 16 tíðina týsdagin fekk løgreglan fráboðan um eitt sonevnt soloóhapp í Kollfjarðardali.

Ein bilur fór út av vegnum í svinginum av Oyggjarvegnum oman móti Effo-støðini í Kollfjarðardali, og er farin so langt oman gjøgnum bøin, at hann nærkast landsvegnum. Frá svinginum oman til landsvegin eru 70 metrar.

[object Object]

Bilførarin var einsamallur í bilinum, og varð koyrdur á Landssjúkrahúsið, men á politistøðini varð upplýst, at hann ikki fekk nakran stórvegis skaða.

Løgreglan upplýsir, at málið enn verður kannað, men at einki illgrunasamt er við bilføraranum. Bilurin, sum er farin illa, skal kannast nærri.

[object Object]

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 04. juni 2024

8 Leygardagur 08. juni 2024

Búsetur skal byggja 24 íbúðir í Norðragøtu

Arbeiðstakarasáttmáli er undirskrivaður millum Pf. Eyðabø og Búsetur

Dávid Jacobsen, nevndarformaður hjá Varðanum, og Sjúrður Holm, stjóri hjá Búsetur
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Nú er arbeiðstakarasáttmáli undirskrivaður ímillum Pf. Eyðabø og Búsetur, um at byggja 24 íbúðir í Norðragøtu.

Arbeiðið er skipað sum heildararbeiðstøka, og fevnir um at byggja tveir íbúðarblokkar við í alt 24 íbúðum. Harumframt verður eitt øki gjørt byggibúgvið, til ein møguligan triðja íbúðarblokk við 10 íbúðum.

Sáttmáli er somuleiðis undirskrivaður við Búsetur um at gera vega- og lendisarbeiðið til íbúðarøkið.

Herfyri varð samstarvsavtala gjørd ímillum Pf. Eyðabø og Eysturkommunu, sum loyvir Eysturkommunu at leiga nakrar av íbúðunum.

Arbeiðið fer í gongd beinanvegin, og verður liðugt við ársenda 2026. 

[object Object]Frá vinstru: Bogi Jacobsen, stjóri hjá Varðanum, Sjúrður Holm, stjóri hjá Búsetur, Dávid Jacobsen, nevndarformaður hjá Varðanum og Hallur Hansen, arbeiðsformaður hjá Búsetur

[object Object]Teldurgjørd mynd sum vísur hvussu íbúðurnar fara at síggja út

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 07. juni 2024

9
Leygardagur 08. juni 2024

GroAqua bygt fóðurflaka til Mowi

Fóðurflakin kann fóðra 16 aliringar samstundis. Framkomnu skipanirnar eru sjálvirkandi og kunnu fjarst‎ýrast frá landi

 
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Føroyska felagið GroAqua hevur bygt ein n‎ý‎ggjan fóðurflaka til alifelagið Mowi í Føroyum. Talan er um ein stóran fóðurflaka, sum kann taka 1.000 tons av fóðri, og kann fóðra 16 aliringar stamstundis. Flakin er 39 metrar langur og 13 metrar breiður.

Sáttmálin um hesa stóru verkætlan bleiv undirskrivaður av GroAqua og Mowi í juni í fjør, og fóðurflakin bleiv latin til tíðina sambært sáttmálanum.  

[object Object]
Ólavur Thomsen frá GroAqua og Steffan Gaard, aliformaður hjá Mowi


- Vit hava arbeitt tætt og væl saman við starvsfólkum hjá Mowi síðstu 11 mánaðirnar í samband við hesa stóru verkætlan. Eg eri errin av, at okkara dugnaligu starvsfólk í Føroyum og Polandi hava megnað at projektera og byggja ein so stóran fóðurflaka innan so stutta tíð, sigur Ólavur Thomsen, sum vegna GroAqua hevur gingið á odda við at projektera og byggja hendan fóðurflakan. 

Tað er felagið hjá GroAqua í Polandi, sum hevur bygt flakan, og verkætlanarleiðslan hevur ligið í Føroyum. Skipanirnar umborð eru mentar í GroAqua á Kambsdali. Framkomnu skipanirnar eru sjálvirkandi og kunnu fjarst‎ýrast frá landi.

- Tá vit gera nýggjar íløgur er tað umráðandi fyri okkum, at hesar eisini taka hædd fyri umhvørvinum, har hesar koma at virka. Tískil hava vit gjørt flakan kláran til at taka landstreym, samstundis sum vit hava ljóðbjálva útgerð umborð, so flakin so at siga ikki órógvar nærumhvørvið. Við n‎ýggja flakanum verður møguleiki at fóðra allar ringarnar samstundis og ger hetta alingina so effektiva sum møguligt, sigur Steffan Gaard, aliformaður hjá Mowi.

GroAqua er ein føroysk fyritøka (fyrrverandi JT Electric) við omanfyri 100 fólkum í starvi, sum menna og framleiða tøkni og KT skipanir til alivinnuna. Felagið hevur deildir í Føroyum, Noregi, Skotlandi, Polandi og Danmark. 


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 04. juni 2024

10 Leygardagur 08. juni 2024

Demich og Maria Poulsen samstarva um stórhøllina

Tað gongur við rúkandi ferð at byggja nýggju stórhøllina. Avtala er nú gjørd við veitarar um at gera hvs- og ventilatiónsarbeiði

Anja Rein, stjóri í Demich, Jón Sigurdsson, stjóri í Articon og Kjartan á Dul, stjóri í Maria Poulsen
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Arbeiðið hjá ArtiCon at gera komandi stórhøllina, við Tjarnir, gongur væl og er komið væl áleiðis. Nú er so avtala gjørd við veitarar um at gera hvs- og ventilatiónsarbeiðið. Í hesum sambandi hava Demich og Maria Poulsen gjørt avtalu um at veita HVS- og ventilatiónsloysnir til stórhøllina.

Avtalan, sum er gjørd við ArtiCon, fevnir um at tryggja, at við Tjarnir fær nøktandi og framkomnar loysnir innan hita, sanitet, frárenning og ventilatión. Hesar uppgávur eru sera týdningarmiklar fyri virkisførleikan hjá høllini, umhvørvisliga burðardygd og trivnaðin hjá teimum, ið fara at nýta høllina.

Vit eru spent at kunna vera við í hesi stóru verkætlanini og at tryggja, at Føroya Arena verður útgjørd við dygdargóðum loysnum innan HVS og ventilatión, sigur Anja Rein, stjóri í Demich.

Demich og Maria Poulsen eru fyritøkur við nógvum ára royndum innan byggivinnu og tænastu. Saman eru tær ein sterkur og álítandi samstarvsfelagi í hesari stóru verkætlan, ið fer at gagna bæði ítróttarfólkum og øðrum brúkarum av stórhøllini.

Tað gevur meining, at vit samstarva um at loysa hesa uppgávuna. Talan er um eina stóra byggiverkætlan og tað verður spennandi at fylgja framgongdini av hesi byggiverkætlanini, sigur Kjartan Á Dul, stjóri í Mariu Poulsen.

Arbeiðið hjá Demich og Maria Poulsen er byrjað.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 01. juni 2024

11
Leygardagur 08. juni 2024

Vitaverk og sjóuppmerking á føroyskum hondum

Hátíðarhald var á Sjóvinnustýrinum mánadagin í sambandi við yvirtøkuna

Andreas Norseth, stjóri í Søfartsstyrelsen, og Hans Johannes á Brúgv, stjóri í Sjóvinnustýrinum (Mynd: fma.fo)
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

Málsøkið ‘vitaverk og sjóuppmerking’ er nú komið á føroyskar hendur, og hetta varð markerað við hátíðarhaldi á Sjóvinnustýrinum á Giljanesi mánadagin.

Samstundis varð samstarvsavtala undirskrivað við danska Søfartsstyrelsen, sum higartil hevur umsitið økið, sum setir karmarnar um samstarvið millum Sjóvinnustýrið og Søfartsstyrelsen framyvir.

Høgni Hoydal, landsstýrismaður við uttanríkis- og vinnumálum, flutti fram røðu. Eisini søgdu Andreas Norseth, stjóri í danska Søfartsstyrelsen og Hans Johannes á Brúgv, stjóri í Sjóvinnustýrinum, nøkur orð.

Sjóvinnustýrið hevur stovnað nýggja deild – Vitaverk og sjóuppmerking – har Asbjørn Østerø er deildarleiðari. Afturat honum er Georg Jakobsen, sum er teknikari. Eisini verða 10 vitapassarar knýttir at Sjóvinnustýrinum sum tímalønt starvsfólk.

Sjóvinnustýrið hevur yvirtikið øll hesi starvsfólk frá Søfartsstyrelsen, skrivar Sjóvinnustýrið á heimasíðuni.

- Vit gleða okkum at fara í gongd við hetta nýggja arbeiðsøkið og lova at røkja tað væl, segði Hans Johannes á Brúgv millum annað í røðu síni. 

[object Object]
Avtalan verður undirskrivað (Mynd: fma.fo)


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 04. juni 2024

12 Leygardagur 08. juni 2024

Straksdómur í máli um innflutning af hassji

Ein 25 ára gamal maður hevur fingið seks mánaða treytaleysa fongsulsrevsing fyri at innflyta umleið 3 kilo av hassji til Føroya við Norrønu

(Savnsmynd: Jens Kr. Vang)
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Ein 25 ára gamal maður varð hósdagin dømdur seks mánaða treytaleysa fongsulsrevsing í Føroya Rætti fyri at innflyta umleið 3 kilo av hassji til Føroya við tí fyri eyga at selja tað víðari.

Maðurin, sum kom til Føroya mikudagin við Norrønu, bleiv steðgaður av tollvaldinum. Tað vísti seg, at hann hevði goymt umleið 3 kilo av hassji í bilinum hjá sær.

Maðurin játtaði seg sekan, og tí kundi málið avgreiðast við einum sokallaðum straksdómi í Føroya Rætti. 

Umframt fongsulsrevsingina blivu bilurin, sum hassjið var smuglað í, og hassjið, konfiskerað.

Maðurin hevur nú 14 dagar at kæra dómin.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 06. juni 2024

13
Leygardagur 08. juni 2024

Gamli Jupiter verið til 30 ára klassing

Gamli Jupiter hevur ligið á Havnini seinastu vikurnar, har skipið er klassað

Gamli Jupiter á Havnini, har skipið hevur verið til 30 ára klassing (Mynd: Kiran Jóanesarson)
SkrivaÐ:

Kiran Jóanesarson

Gamli Jupiter hevur ligið á Havnini seinastu vikurnar, har skipið hevur verið til 30 ára klassing.

Skipið hevur ligið á Havnini síðani tann 10. mai, og arbeiðið skuldi eftir ætlan verða liðugt hesa vikuna.

Tá ið gamli Jupiter er klassaður, verður farið á makrelveiðu.

Tað er reiðaríið Framherji, sum eigur Gamla Jupiter, og brúkar tað sum skiftisskip meðan bíðað verður eftir at nýggi Høgaberg kemur í flotan seint í ár.

[object Object]Nýggi Høgaberg verður í løtuni gjørdur liðugur hjá Karstensens skipasmiðjuni í Skagen (Mynd: Karstensens Skibsværft) 

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 04. juni 2024

14 Leygardagur 08. juni 2024

Betri Banki lækkar útlánsrenturnar

Hósdagin boðaðu Evropeiski Miðbankin, og danski Tjóðbankin frá fyrstu rentulækkingini síðan september 2019, og tað er orsøkin til, at útlánsrentan fyri privat- og vinnukundar nú lækkar við 0,25 prosentstigum

(Savnsmynd)
SkrivaÐ:

Alda Nielsdóttir

Fyri fyrstu ferð í fimm ár hevur danski Tjóðbankin lækkað leiðandi rentuna. Rentan lækkar við 0,25 prosentstigum, og tað hevur við sær, at Betri Banki eisini lækkar útlánsrenturnar, boðar bankin frá í tíðindaskrivi.

Hesar rentulækkingarnar eru fráboðaðar, eftir at Evropeiski Miðbankin, ECB fyrr hósdagin boðaði frá fyrstu rentulækkingini síðan september 2019. Hendan rentulækkingin var somuleiðis 0,25 prosentstig, úr fýra niður í 3,75 prosent.

Fyri privat- og vinnukundar lækka útlánsrenturnar við upp til 0,25 prosentstigum, men innlánsrenturnar verða óbroyttar, boðar Betri Banki frá.

Broytingarnar hjá Betri Banka koma í gildi 16. juli.



Greinin varð fyrstu ferð løgd út 06. juni 2024

16 Leygardagur 08. juni 2024

Havnar Fysioterapi styrkir um leiðslu- og fysioterapitoymið

Jóan Magnus Lamhauge Dalbø hevur keypt seg inn í Havnar Fysioterapi og er nú partur av leiðsluni saman við Hjørleifi Niclasen og Klæmint Isaksen

Frá vinstru Klæming Isaksen, Jóan Magnus Lamhauge Dalbø og Hjørleif Niclasen
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Frá 1. juni 2024 er Jóan Magnus Lamhauge Dalbø partaeigari og partur av leiðsluni í Havnar Fysioterapi saman við Hjørleif Niclasen og Klæmint Isaksen, eins og hann nú aftur er ein partur av samlaða fysioterapitoyminum.

Havnar Fysioterapi hevur eisini klinikkirnar Vága Fysioterapi, Sunda Fysioterapi og Sandoyar Fysioterapi. Umframt hetta, hevur Havnar Fysioterapi eisini ymiskt virksemi í Vælveru Fitness.

- Vit fegnast um at Jóan Magnus kemur aftur, hesaferð sum partaeigari. Hetta verður væntandi ein góður íblástur til framtíðar virksemi okkara, sigur Hjørleif Niclasen

- Síðan eg var liðugur sum fysioterapeutur í 2015, havi eg arbeitt sum starvandi á klinikkum, samstundis sum eg havi eftirútbúgvið meg. Nú haldi eg at tíðin er komin til at reka mítt egna, og ístaðin fyri at lata upp eina klinikk sjálvur, so kendist tað upplagt at seta meg í samband við Klæmint og Hjørleif, fyri at vita um áhugi var fyri samstarvi. Tað var tað, og so gekk tað slag í slag at gera eina samstarvsavtalu og keypa seg inn í Havnar Fysioterapi, ið eftir føroyskum mátistokki er ein stór og vælrikin fysioterapiklinikk, sigur Jóan Magnus.

- Eftir í nógv ár at hava uppbygt ein fysioterapifyritøku, ið er vorðin ein týðandi partur av føroyska heilsuverkinum, er tað ein stór ábyrgd at tryggja, at virksemið heldur fram og mennist bæði fakliga og rakstrarliga. Tí eru vit sera fegnir um at Jóan Magnus legst aftur at okkara leiðsu- og fakliga toymi, sigur Klæmint Isaksen, ið saman við Hjørleif Niclasen hevur rikið Havnar Fysioterapi síðan 2006.

[object Object]

Havnar Fysioterapi telur í dag átta fysioterapeutar, ið allir hava ella eru í gongd við serútbúgvingar innan ymisk økir, ein fysiurgiskan massør og eitt móttøkufólk.

Umframt tætta samstarvið við kommunulæknarnar og aðrar serlæknar og starvsbólkar í sjúkrahúsverkinum, so hevur Havnar Fysioterapi eisini nógv altjóða samstarv.

Sum Certificerað McKenzieklinikk hevur klinikkin eitt tætt samstarv við aðrar aktørar úti í heimi innan hetta øki. Onnur dømi um altjóða samstarv eru OHI International og The Orthotic Group viðvíkjandi serinnleggum, Fysio-Shop í samband við Bauerfeind bandasjur og hjálpitól, Budolfi Privathospital og mangt annað. 

Tíðindaskriv frá Havnar Fysioterapi


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 03. juni 2024

17 Leygardagur 08. juni 2024

138 hvalir løgdu beinini í Hvannasundi

Grindin, sum varð hildin til leygarkvøldið verður býtt í dráps- og heimapartar

(Savnsmynd: jn.fo)
SkrivaÐ:

Alda Nielsdóttir

Ein grind legði leygarkvøldið beinini í Hvannasundi. Brimil fann grindina eystan fyri Viðoynna klokkan hálvgum tólv leygardagin, men grindin varð ikki hildin til fyrr enn um kvøldið, eftir at norðoyastevnukappróðurin var liðugur.

Talið á hvalum, ið løgdu beinini í Hvannasundi, var 138. Grindin, ið var 849 skinn, varð býtt til fólk í Hvannasunds, Viðareiðis og Kunoyar kommunum, umframt bygdirnar Lamba, Strendur, Nólsoy og Rituvík.

Týsdagin vóru aftur grindaboð í Hvannasundi, men avrátt varð tá at lata grindina fara, tí mett var, at fólkið í økinum hevði nóg mikið av grind.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 02. juni 2024

18 Leygardagur 08. juni 2024

Tórshavnar Golffelag fær nú felagsshús á Glyvursnesi

Talan er um ein leigusáttmála við kommununa, sum er galdandi næst tíggju árini

Mikudagin skrivaðu Heðin Mortensen, borgarstjóri í Tórshavnar kommunu, og Rógvi Mikkelsen, formaður í Tórshavnar Golffelag, undir leigusáttmála um felagshús til Tórshavnar Golffelag á Glyvursnesi (Myndir: torshavn.fo)
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

Í vikuni skrivaðu Heðin Mortensen, borgarstjóri í Tórshavnar kommunu, og Rógvi Mikkelsen, formaður í Tórshavnar Golffelag, undir leigusáttmála um felagshús til Tórshavnar Golffelag á Glyvursnesi.

Tórshavnar kommuna skrivar á heimasíðu sínari, at í sambandi við ætlanina at gera golfvøll á Glyvursnesi hevur kommunan fingið nýtslurætt til alt lendið og bygning á staðnum.

- Tórshavnar Golffelag kann við hesum dagføra bygningin og skipa felagsvirksemið munandi betri, umframt at felagshúsið eisini fer at fevna um innandura venjingarumstøður bæði til roynd og byrjarar, eisini til børn.

Leigusáttmálin millum Tórshavnar kommunu og Tórshavnar Golffelag um felagshús er galdandi í 10 ár.

Fyri kortum bjóðaði kommunan arbeiðið at byggja golfvøll við níggju holum/breytum út, og inn eru komin tvey tilboð. Væntandi verður málið lagt fyri komandi býráðsfund, skrivar torshavn.fo


[object Object](Mynd: torshavn.fo)

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 06. juni 2024

19 Leygardagur 08. juni 2024

Anja nýggjur leiðari í námsfrøðiligu ráðgevingini

Anja M. Olsen er úgbúgving námsfrøðingur og Cand. pæd. frá DPU

 
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

Anja M. Olsen er sett sum nýggjur leiðari á Námsfrøðiligu Ráðgevingini í Klaksvík. Anja er útbúgvin námsfrøðingur og Cand. pæd frá DPU, og hevur starvast á ráðgevingini síðan 2014.

Námsfrøðiliga Ráðgevingin hjá Klaksvíkar kommunu er eitt fyribyrgjandi tiltak og eitt tilboð til foreldur og stovnar, sum eru fevndir av dagstovnalógini. Námsfrøðiliga Ráðgevingin fevnir um: Hvannasunds-, Kunoyar og Klaksvíkar kommunur.

Námsfrøðiliga Ráðgevingin tekur støði í grein 5 í dagstovnalógini, og stovnar kunnu fáa ráðgeving í mun til eitt einstakt barn, ein barnabólk ella fakliga innihaldið í arbeiðnum. Endamálið er at tryggja, at øll børn hava eitt gott og mennandi tilboð, skrivar heimasíðan hjá Klaksvíkar kommunu.

Námsfrøðiliga Ráðgevingin heldur til á Fornagørðum á Klaksvíksvegi 7. 

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 03. juni 2024

20 Leygardagur 08. juni 2024

Burturvilsti gittarin komin heim til countryfestivalin

Í sjey ár hevur Ingi Poulsen vónað og bíðað eftir, at tað gjørdist møguligt at fáa gittaran aftur

Ingi Poulsen við gamla gittaranum í tryggum hondum aftur. Myndin er tikin í vikuni
SkrivaÐ:

Jákup Bech Jensen

- Eftir at hava innspælt nøkur hitt so sum “Tann fittasta” og “Tá ið eg síggi teg”, valdi eg at selja mín Taylor gittara, sum eg hevði brúkt til allar innspælingarnar. Hettar var ein stórur gittari, sum gav nógv ljóð. Eg helt, at tað var meir parktiskt at hava ein lítlan gittara, serliga tí eg ferðaðist nógv og framførdi runt alt landið.

- Bert nakrar fáa dagar eftir, at eg hevði selt gittaran, fór eg at angra avgerðina. Eg spurdi nýggja eigaran, um hann vildi selja mær gittaran aftur, men tað vildi hann ikki. Tí mátti eg bara góðtaka tað, og sláa meg til tols við, at eg ikki fekk gittaran aftur.

[object Object]
Ingi Poulsen avmyndaður við sama guittara í desember 2011 (Mynd: Reidar F. Joensen)

- Fyri nøkrum vikum síðani spældi eg saman við Danny Baldursson í SMS. Har sá eg eigaran av mínum gamla gittara. Eftir framførsluna fór eg til hansara og spurdi hann, um hann ikki vildi umhugsa at selja mær gittaran aftur. Hann segði, at hann skuldi hugsa um tað, og longu dagin eftir var gittarin mín.

- Eg gleði meg til næstu framførslu, sum verður á Country Festivalinum, har eg aftur sleppi at framføra við mínum góða gamla gittara.

- Eg vil viðmæla øllum ikki at selja tykkara ljóðføri; tit fara bara at angra tað, sigur Ingi Poulsen.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 06. juni 2024

21 Leygardagur 08. juni 2024

Altjóða heiður til Aggrasoppar

Vunnu serliga atkvøðu greiðslu millum fleiri túsund fólk innan tónleikavinnuna, sum vóru til staðar á The Great Escape festivalinum í Brighton

Frá eini av framførslunum við Aggrasoppum á The Great Escape (Mynd: Jamie MacMillan)
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

Føroyski bólkurin Aggrasoppar vann serstakan heiður, tá tey herfyri luttóku á stóra showcase festivalinum The Great Escape í Brighton í Onglandi.

Tí nú, nakrar vikur eftir at festivalurin er hildin, er greitt, at føroyski bólkurin er heiðraður við eini serligari virðisløn, kallað  The Steve Strange Award.

Við heiðrinum fylgja 5.000 ensk pund,  næstan 44.000 krónur.

- Tað gleðir okkum at kunna kunngera, at føroyski eksperimenterandi rapp-punk bólkurin Aggrasoppar fær 2024 Steve Strange Award, boðaði festivalurin frá á sosialu miðlunum í gjár.

The Steve Strange Award er givin á hvørjum ári í sambandi við The Great Escape festivalin síðan 2022. Heiðurslønin verður latin til minnis um tónleikafyriskiparan, Steve Strange, sum doyði í september 2021. Móttakarin av heiðrinum verður valdur í eini atkvøðugreiðslu millum fleiri túsund fólk innan tónleikavinnuna sum vóru til staðar á árliga festivalinum í Brighton, og verður mett sum ein týðandi lopfjøl fyri at koma víðari út í heim við tónleiki sínum.

- Vit ynskja Aggrasoppum hjártaliga til lukku við heiðrinum, og síggja fram til at fylgja teirra tónleikaleið víðari við stórum áhuga, skrivar festivalurin á heimasíðu síni.

[object Object]
(Mynd: Jamie MacMillan) 

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 05. juni 2024

22 Leygardagur 08. juni 2024

Bárður Oskarsson við nýggjari myndabók

"Bob" er triðja bókin um hundin Hilbert og kaninina Bob

 
SkrivaÐ:

Alda Nielsdóttir

"Bob" er heiti á nýggju myndabókini hjá Bárði Oskarsson, sum Bókadeild Føroya Lærarafelags gevur út.

Myndirnar hava eyðkenda stílin hjá Bárði, og undirspælda, stuttliga og minimalistiska søgan hevur eitt filosofiskt tvist.

Bárður Oskarsson er ein tann mest týddi føroyski rithøvundurin. Bøkurnar hjá honum eru útgivnar á umleið 20 ymisk málum. Fyrsta bók hansara er "Ein hundur, ein ketta og ein mús" frá 2004. Tann best kenda er helst bókin, "Flata kaninin".

"Træið", sum er fyrsta bókin í røðini um Hilbert og Bob, vann Barna- og ungdómsbókmentavirðisløn norðurlandaráðsins í 2018. Rættindini til "Bob" eru longu seld til USA og Danmark, har bókin verður útgivin seinni í ár, skrivar Bókadeildin í tíðindaskrivi.

"Bob" er triðja bókin um hundin Hilbert og kaninina Bob.

[object Object]

Um bókina:
Bob hevur funnið ta heilt røttu gularótina í handlinum, men knappliga er hon burtur … Hann gloymdi hana í bussinum. Men so kemur Hilbert, og kanska alt fer at laga seg.

Bókin er innbundin, og 32 blaðsíður.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 03. juni 2024

23 Leygardagur 08. juni 2024

Summarframsýning í Norðurlandahúsinum latin upp

Hvat munnu komandi ættarlið av føroyingum fara at halda um okkum? Júst hetta snýr ársins summarframsýning seg um, sum listamenninir Christoph og Sebastian Mügge hava sett upp í Norðurlandahúsinum

 
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Slóðirnar, ið vit leggja eftir okkum, fara at siga komandi ættarliðum av føroyingum nakað um okkum. Hvørjar søgur munnu fara at verða sagdar um okkum, sum liva nú? Júst hetta snýr ársins summarframsýning seg um, sum listamenninir Christoph og Sebastian Mügge seta upp í Norðurlandahúsinum.

Framsýningin Circular Faroe Tales letur upp í gjár, fríggjadagin.

[object Object]

Brúktar tannbustir verða til list
Brúktar tannbustir, seyðaskøltar, sokkabuksur og fiskireiðskapur. Hesir og fleiri aðrir gerandislutir eru við í Summarframsýningini 2024, sum svensku-týsku brøðurnir Christoph og Sebastian Mügge hava sett upp.

Teir báðir skapa staðbundin listaverk við gerandislutum, sum teir savna saman. Í hesum føri hava privatpersónar latið nakrar av lutunum.

Søgur um Føroyar
Framsýningin Circular Faroe Tales, nýtir klingrutan frásøguhátt og snýr seg um sirklar, bæði úrtøkiligar og ítøkiligar - sum t.d. aliringar.

Listaverkini lata so hvørt upp fyri einari rúgvu av søgum um dýrgripir, rusk, sannroyndir, fantasi, sannleikar og misskiljingar og máa burtur markið millum veruleika og ímynding.

Saman eru hesir lutir eitt endurljóð av teimum skiftandi virðum og sundurgreiningum, sum eru eyðkenni fyri hvørt ættarlið.

[object Object]

Um listamenninar
Listamenninir Sebastian og Christoph Mügge er føddir í Týsklandi og búsitandi í Svøríki.

Saman hava teir fingið í lag fleiri stórfingnar framsýningar, sum eru grundaðar á eina samanseting av lutum, sum teir hava funnið, og teirra egna serstaka tilfari.

Við framsýningunum kanna teir, hvussu tvístøður ávirka okkara gerandisdag, ítøkiligu og talgildu slóðirnar, ið eru eftir okkum, tá vit eru farin hiðani, og avbjóðingarnar við søgusiging og reinging av søguligum sannroyndum.

Circular Faroe Tales lat upp mentanarnáttina í gjárkvøldið og verður opin til og við 11. august.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 03. juni 2024

24 Leygardagur 08. juni 2024

Sigrun Gunnarsdóttir sýnir fram í Keypmannahavn

Summarframsýningin á Norðuratlantsbryggjuni letur upp leygardagin

 
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Undir heitinum ”Vingefang”(Veingjabreiði) letur framsýning upp leygardagin á Nordatlantens Brygge í Keypmannahavn.

Tað er Sigrun Gunnarsdóttir, ið sýnir fram, og 40 verk verða við á framsýningini. Umframt málingar er eisini tann stóri spurvurin við á framsýningini – somuleiðis er filmurin ”Heartist” partur av framsýningini.

Fernisering verður leygardagin klokkan 15. Sunnudagin 9. juni klokkan 16, er sokallað ”artist talk”, har stjórin á Listasavni Føroya, Solveig Hanusaradóttir Olsen, kuratorur, hevur prát við Sigrun.

Framsýningin á Norðuratlantsbryggjuni er opin til 22. september.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 06. juni 2024

25 Leygardagur 08. juni 2024

Halla Tómasdóttir verður forseti í Íslandi

Á valinum leygardagin fekk hon nærum tíggju prosent fleiri atkvøður enn fyrrverandi forsætisraðharrin, Katrín Jakobsdóttir

(Mynd: AFP)
SkrivaÐ:

Alda Nielsdóttir

Nú er greitt, at 55 ára gamla vinnulívskvinnan Halla Tómasdóttir verður nýggjur forseti í Íslandi.

Eftir valið leygardagin, var greitt, at hon hevði fingið 34,2 prosent av atkvøðunum, meðan fyrrverandi forsætisráðkvinnan, Katrín Jakobsdóttir fekk næstflestar atkvøður - 25,2 prosent, sambært íslendska kringvarpinum RÚV.

Halla Tómasdóttir stillaði eisini upp á forsetavalinum í 2016. Tá fekk hon næstflestar atkvøður - 27,9 prosent. Tá vann Guðni Th. Jóhannesson við 39,1 prosentum av atkvøðunum. Guðni varð afturvaldur uttan mótvalevni í 2029, men valdi ikki at stilla upp aftur hesa ferð.

Halla Tómasdóttir avloysir Guðna Th. Jóhannesson 1. august.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 02. juni 2024

26 Leygardagur 08. juni 2024

Vinstragrøna fylkingin er liðug í íslendskum politikki

Javnaðarflokkurin Samfylkingin hevði verið stóri vinnarin um val hevði verið í Íslandi í dag

Kristrún Frostadóttir og Samfylkingin høvdu verið stóru vinnararnir, um altingsval var nú
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

Vinstragrøna fylkingin, sum seinastu árini hevur verið stjórnarberandi flokkur í Íslandi, hevði ikki fingið nakað umboð á Altingi, um val hevði verið nú.

Tað vísir ein nýggj veljarakanning, sum Gallup hevur gjørt, og sum heimasíðan hjá Ríkisútvarpinum endurgav í vikuni.

Vinstri-grøni flokkurin, sum á valinum í 2021 fekk 12,6 prosent av atkvøðunum, og skipaði stjórn saman við borgarligu flokkunum Sjálvstæðisflokkinum og Framsóknarflokkinum, sum báðir gjørdust størri, hevði einans fingið 3,3 prosent um val var nú, og røkkur harvið ikki upp um tinggáttina.

Stóri vinnarin sambært veljarakanningini stendur at vera Samfylkingin, sum er ein sosialdemokratiskur flokkur. Á valinum í 2021 fekk Samfylkingin beint undir 10 prosent av atkvøðunum – nú stendur hann til at fáa næstan 30 prosent av atkvøðunum.

Samfylkingin varð stovnað um aldarmótið, sum ein samanrenning av táverandi flokkunum Alþýðuflokkurin, kvinnulistanum, Alþýðubandalagið og Þjóðvaki.

Fyrstu árini í hesi øldini hevði flokkurin stóra undirtøku, og var stjórnarberandi í tvey valskeið við Jóhonnu Sigurðardóttir sum stjórnarleiðara.

Men síðan minkaði undirtøkan orsaka av innanhýsis ósemju, men nú tykist flokkurin vera komin fyri seg aftur og hevur somu undirtøku, sum flokkurin hevði fyri 10-15 árum síðani. Forkvinna í Samfylkingini er 36 ára gamla Kristrún Frostadóttir.

Við 29,9 prosentum sambært nýggjastu Gallup-kanningini hevði Samfylkingin verið størsti flokkur við 21 umboðum á tingi.

Síðan kemur Sjálvstæðisflokkurin við 18 prosentum og 12 tingfólkum. Triðstørstur er Miðflokkurin 13,5 prosentum og 9 tingfólkum.

Framsóknarflokkurin hevur undirtøku frá 9,1 prosentum og Píratarnir 8 prosent, og báðir 8 tingfólk. Viðreisn stendur til 7,7 og fimm tingfólk.

Sósíalistaflokkurin stendur at fáa 3,7 prosent, og hevði, eins og tey reyð-grønu, ikki fingið umboðan í altinginum.

Gallupkanningin í Íslandi er gjørd í tíðarskeiðinum millum 30. apríl og 2. juni.

Altingval skal haldast í Íslandi í seinasta lagið 25. september 2025.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 04. juni 2024

27 Leygardagur 08. juni 2024

Fyrsta rúmdarfar hjá Boeing

Mannaða Starliner-rúmdarfarið varð sent út í ringrás um jørðina mikudagin

(Skíggjamynd: NASA)
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

Fyri fyrstu ferð er eitt rúmdarfar frá amerikansku flogverksmiðjuni Boeing sent avstað við tveimum astronautum umborð við kóst móti altjóða rúmdarstøðini ISS. Tað skrivar amerikanski miðilin CNN.

Starliner, sum rúmdarfarið eitur, er nú farið í ringrás um jørðina.

Við umborð eru tveir astronautar frá Nasa, Suni Williams og Butch Wilmore. Einaferð í morgin verður Starline koplað til rúmdarstøðina.

Starliner varð sent avstað við eini Atlas V-rakett frá Cape Canaveral í Florida. 

[object Object]
Astronautarnir Butch Wilmore og Suni Williams undan fráferðini (Mynd: EPA)

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 05. juni 2024

28 Leygardagur 08. juni 2024

Hetlendingar seta skjøtul á Rosebank útbygging við Føroyar

Fyrstu stigini til útbygging av risastóru olju- og gasskelduni Rosebank skamt frá føroyska markinum verða nú tikin í Lerwick í Hetlandi.

Arne Gürtner, stjóri í Equinor í Bretlandi við ábyrgd fyri Rosebank útbyggingini við føroyska markið saman við Aud Hove, verktætlanarleiðara fyri útbyggingina (Mynd Shetland News)
SkrivaÐ:

Jan Müller

Norska orkufelagið Equinor er nú av álvara farið undir  útbyggingina av eini tí størstu olju- og gassleiðini í Bretlandi, nevnd Rosebank.

Í hesum sambandi vitjaði stjórin í Equinor í Bretlandi, Arne Gürtner, í Hetlandi í vikuni fyri at kunna seg við tær arbeiðsuppgávur, sum felagið hevur avgjørt skulu fara fram í Hetlandi.

Rosebank keldan liggur 10 kilometrar eystan fyri føroyska markið, og er teinurin til Hetlands nógv stytri enn til havnirnar á skotska meginlandinum. Tí hevur Equinor eisini valt júst havnina í Lerwick til at hýsa nógv av tí tunga tilfarinum, sum skal brúkast á Rosebank leiðini.

[object Object]Útgerð, sum verður sett á havbotnin eystan fyri føroyska markið 

Shetland News skrivar, at fyrsta útgerðin, sum skal flytast víðari til Rosebank í sambandi við komandi boringar har komandi ár, longu er komin til Hetlands. Millum hesa útgerðina er m.a. ein boriformur, sum nú verður goymdur á Greenhead útgerðarhavnini í Lerwick. Væntandi kemur meiri útgerð til havnina í næstum skrivar blaðið, sum vísir á, at Hetland kann eisini fáa ein týðandi leiklut í sambandi við elektrifiseringina av framleiðslu- og goymsluskipinum (FPSO), Petrojarl Knarr, sum fer at taka sær av framleiðsluni seint í 2026. 

[object Object]Gassið frá Rosebank fer umvegis rørleiðingar til Sullom Voe gassverksmiðjuna í Hetlandi

Oljan frá Rosebank kemur ikki í land í Hetlandi eins og oljan frá øðrum leiðum eystan og vestan fyri Hetland, men fer aðrar vegir á marknaðinum. Men øðrvísi er við gassinum, sum fer til Sullom Voe í Hetlandi, har Shetland Gas Plant skal viðgera gassið, áðrenn tað fer víðari á svanga gassmarknaðin í Bretlandi. Stórur partur av orkunýtsluni í Bretlandi er gass, sum m.a. stavar frá økinum eystan fyri Føroyar.

Shetland News skrivar, at ein sendinevnd frá Equinor vitjaði havnina í Lerwick eins og vinnu- og handilsligar partnarar har í vikuni fyri har at kunna seg um umstøðurnar, nú útbyggingin av Rosebank kemur longur og nærkast framleiðslu um góð tvey ár.

Umboð fyri sendinevndina sigur sambært blaðnum, at tað er ikki møguligt í løtuni at siga nakað ítøkiligt  um fíggjarligar fyrimunir og ágóðar, sum hetlendska samfelagið kann fáa burtur úr Rosebank útbyggingini og seinni framleiðslu.

Kortini væntar Lerwick Port Authority, at útbyggingin fer at seta ringar í sjógvin í havnini, sum fer at goyma útgerð eins og standa fyri skipaflutninginum teir 130 kilometrarnar til Rosebank. Hini feløgini, sum kunnu væntast at fáa arbeiðsuppgávur í sambandi við útbyggingina eru m.a. Peterson SBS, GAC Shipping og Lerwick Engineering and Fabrication (LEF).

Alt í alt fer Rosebank verkætlnain at geva arbeiði til 2.000 fólk. Útbyggingin er mett at kosta 8 milliardir pund og skal henda olju- og gassleiðin framleiða 300 milliónir tunnur komandi 25 árini.

Lerwick ein strategisk havn fyri útbyggingina

Sambært skotska orkumiðlinum Energy Voice fer virksemið í Hetlandi í sambandi við Rosebank at vaksa so hvørt teir ymsu partarnir av hesi stóru verkætlan fara av bakkastokki.

[object Object]

Verkætlanarleiðarin fyri Rosebank, Aud Hove, sigur sambært Energy Voice, at higartil eru tvær skipalastir komnar til Lerwick og tríggjar aftrat koma í summar. Síðani fer virksemi at halda fram í komandi ári, tá avmarkingarbrunnar skulu borast. Har eru longu níggju akker fest í havbotnin. Hon sigur, at fleiri akker koma aftrat í juni og juli og er ætlanin at kunna brúka Lerwick sum útgerðarhavn til goymslu av teimum stóru og tungu pørtunum  av verkætlanini, til tess at kunna vera so nær við oljuleiðina sum gjørligt.

Arne Gürtner, stjóri í Equinor sigur, at tey meta Lerwick at vera strategiskt av stórum týdningi fyri verkætlanina.

Spurdur um elektrifisering av framleiðsluskipinum Petrojarl Knarr sigur Arne Gürtner, at ætlanin er at skunda undir henda partin av verkætlanini til tess at kunna minka um útlátið. Ein møguleiki, sum er nevndur í sambandi við elektrifisering, er at leggja ein elkaðal frá Hetlandi til framleiðsluskipið. Enn er tó eingin avgerð tikin um tað.  Møguleiki er fyri at fáa streym frá Viking vindmylnulundini í Hetlandi, sum verður bundin í netið í ár. Arne Gürtner sigur víðari, at Equinor metir tað hevur alstóran týdning fyri orkutrygdina, at ein slík útbygging sum Rosebank verður gjørd.

- Vit skulu fara burtur frá oljuni, tá tíðin er búgvin til tess. Men til ta tíð er sera umráðandi at raðfesta verkætlanir sum Rosebank við minst møguliga útlátinum. Hon fer nevniliga  at hava nógv minni útlát enn verandi framleiðslur í Norðsjónum, og tí vildi tað verið skeiva gongdin, um útbyggingin bleiv steðgað. Røddir hava verið frammi í Skotlandi um at fáa dómstólarnar at steðga útbyggingini. 

[object Object]

Føroyar vóna at fáa part av køkuni

Nú Rosebank liggur so tætt við Føroyar er eisini hugsandi, at Equinor fyrr ella seinni fer at hyggja henda vegin eftir vørum og tænastum, kanska serstakliga eftir at framleiðslan er farin í gongd og  brúk verður fyri bæði bunkring, proviantering, flutningi, manningarskifti, umvælingum og øðrum uppgávum.

Tað var júst við hesum í huga, at FOÍB (Føroya Orkuídnaðarbólkur) saman við Sjóvinnufelagnum fyrr í ár tók stig til at bjóða leiðsluni í Equinor í Bretlandi, sum hevur ábyrgd av Rosebank verkætlanini, at koma til Føroya.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 06. juni 2024

29 Leygardagur 08. juni 2024

Oyggjaleikanevndin 27 er mannað

Seks fólk eru í Oyggjaleikanevndini 27, sum skal standa á odda fyri leikunum í Føroyum í 2027 – Teitur Samuelsen, stjóri í Pf. Eystur- og Sandoyartunlar, er formaður í Oyggjaleikanevndini 27 og hevur fíggjarligu og umsitingarligu ábyrgdina av leikunum

Oyggjaleikanevndin 27 hevur havt sín fyrsta fund við ÍSF. Petur Mittún, aðalskrivari í ÍSF, Niels Mortensen, stjóri í SMS, John Kjær, serligur oyggjaleikaráðgevi, Guðrið Højgaard, stjóri í VFI, Doris Bjarkhamar, ráðgevi á Løgmansskrivstovuni, Elin Heðinsdóttir Joensen, forseti í ÍSF, Solby Anna Christiansdóttir, oyggjaleikasamskipari, Teitur Samuelsen, stjóri í p/f Eystur- og sandoyartunlar og p/f Suðuroyartunnlin. Anna Maria Toftegaard, starvsnevndarlimur í ÍSF, vantar á myndini
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Seks fólk eru í Oyggjaleikanevndini 27, sum skal standa á odda fyri leikunum í Føroyum í 2027. Oyggjaleikanevndin 27 hittist fyri fyrstu ferð 6. juni. Talan er um eina fyrireikingarnevnd við seks limum, sum hvør í sínum lagi hava ábyrgdina av ymsum viðurskiftum á Oyggjaleikum 2027.

Teitur Samuelsen, stjóri í Pf. Eystur- og Sandoyartunlar, er formaður í Oyggjaleikanevndini 27 og hevur fíggjarligu og umsitingarligu ábyrgdina av leikunum, Annleyg Lamhauge úr Visit Faroe Islands fer at hava ábyrgd fyri flutningi, gisting og vistarhaldi, men fyrstu tíðina er Guðrið Højgaard, stjóri í VFI, í nevndini fyri Annleyg. Niels Mortensen, stjóri í Pf. SMS hevur handilsliga og sponsor partin um hendi, meðan Doris Bjarkhamar, ráðgevi á løgmansskrivstovuni, situr við ábyrgdini fyri heilsu- og trygdarmálum.

Tveir limir í Oyggjaleikanevndini 27 eru úr starvsnevndini í Ítróttasambandi Føroya. Limirnir eru Elin Heðinsdóttir Joensen, forseti, og Anna Maria Toftegaard, starvsnevndarlimur. Elin Heðinsdóttir Joensen hevur ábyrgdina av ymiskum tiltøkum á leikunum so sum setan, endahátíð og onnur ítróttalig og mentanarlig tiltøk, meðan Anna Maria Toftegaard fer at hava ábyrgdina av teimum mongu sjálvbodnu, burðardygd, kunning og sosialum miðlum.

Umframt hesi seks fólkini eru John Kjær, serligur oyggjaleikaráðgevi, og Solby Christiansdóttir, oyggjaleikasamskipari, eisini knýtt at nevndini, og væntast kann, at onnur verða knýtt at nevndini, so hvørt sum leikirnir nærkast.

13. juli er árligi aðalfundurin hjá altjóða oyggjaleikanevndini, IIGA, í Orknoyggjunum, sum hýsir leikunum næsta ár. Á hesum aðalfundinum verður endaliga samtykt og staðfest, at Føroyar skulu hýsa Oyggjaleikum 2027. Oyggjaleikanevndin 27 tekur formliga við eftir summarfrítíðina.

Oyggjaleikir eru í Føroyum í døgunum 3. til 9. juli 2027, og kappast verður í 14 ítróttagreinum. Tær 14 eru: Badminton, bogaskjóting, borðtennis, fimleikur, flogbóltur herundir eisini sandflogbóltur, fótbóltur, frælsir ítróttir, judo, kurvabóltur, súkkling, skjóting, svimjing, tennis og triatlon.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 06. juni 2024

30 Leygardagur 08. juni 2024

Nýggj breiddarpulja til ítróttina

ÍSF letur upp fyri umsóknum til eina nýggja breiddarpulju. Endamálið er at hjálpa feløgum og sambondum at skipa fyri tiltøkum, sum eggja til trivnað, samstarv og felagsskap. Í ár eru 250.000 krónur í puljuni, men komandi ár verður talan um hálva millión

- Vit vita, at feløg og sambond hava nógv góð hugskot, men at tað kann vera tungt fíggjarliga at skipa fyri tiltøkum - serliga hjá smáum feløgum og ítróttagreinum, sigur Elin Heðinsdóttir Joensen, ÍSF-forseti (Savnsmynd)
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Ætlanin við breiddarpuljuni er at stuðla tiltøkum, sum fáa fleiri við, skapa trivnað og styrkja felagsskapin og sjálvbodnu fjøldina, fremja inklusjón og integratión - og tiltøkum, sum fremja samstarv tvørtur um feløg ella tvørtur um ítróttagreinar.

Treytin fyri at fáa fígging úr puljuni er, at tiltakið, sum skipað verður fyri, ikki snýr seg um kapping á høgum stigi, men at megintátturin er menning, sosial samvera og felagsskapur í breiðasta høpi.

Elin Heðinsdóttir Joensen, forseti í ÍSF sigur, at tørvur er á eini slíkari pulju til breiddina.

- Vit vita, at feløg og sambond hava nógv góð hugskot, men at tað kann vera tungt fíggjarliga at skipa fyri tiltøkum - serliga hjá smáum feløgum og ítróttagreinum.

Allar ítróttagreinar kunnu søkja úr Breiddarpuljuni – og talan kann bæði vera um sambond og feløg. Við hesi skipanini eggja vit eisini til samstarv - bæði millum feløg og millum ítróttagreinar. Ein einstakur fyrireikari kann søkja upp til 30.000 krónur. Men sláa fleiri seg saman um eitt tiltak, ber til at søkja um upp til 50.000 krónur.

Skipanin lat upp fyri umsóknum 3. juni, og ætlanin er, at umsóknir kunnu koma inn leypandi ígjøgnum árið. Svarfreistin er í mesta lagi fimm vikur.

- Tað er avgerandi, at tað skal vera lætt at søkja og at viðgerðin skal ganga skjótt fyri seg. Tað skal bera til at fara frá hugskoti til handling innan stutta tíð, greiðir Elin H. Joensen frá.

Á aðalfundinum hjá ÍSF varð samtykt at royndarkoyra breiddarpuljuna í 2024 og síðani eftirmeta arbeiðið fyrst í komandi ári.

Ætlanin er at seta 500.000 krónur av um árið, men eftirsum árið longu er hálvliðið, verða í ár settar 250.000 krónur av.

Umsóknarblaðið er á heimasíðuni hjá ÍSF.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 03. juni 2024

31 Leygardagur 08. juni 2024

Magne Hoseth nýggjur B36-venjari

Fyrrverandi KÍ-venjarin tekur við sum høvuðsvenjari í B36 beinanvegin

(Savnsmynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Tað verður eitt kent andlit, sum skal fáa tingini at rigga í B36 tað, sum er eftir av hesum kappingarárinum.

B36 kunnger hóskvøldið, at Magne Hoseth er settur sum nýggjur høvuðsvenjari hjá felagnum, og norðmaðurin tekur við starvinum beinanvegin. B36 hevur sostatt gjørt ógvuliga skjótt av. Tað var týsdagin, at tað gjørdist greitt, at Dan Brimsvík ikki longur skal standa á odda fyri B36 í Betri Deildini orsaka av at úrslitini ikki hava staðið mát vil málsetningarnar, sum venjarin og felagið settu.

43 ára gamli Magne Hoseth var venjari í KÍ í fjør við søguliga góðum úrslitum. Í vetur flutti hann til Lyngby, har samstarvsavbjóðingar elvdu til, at hann bara fekk tveir dystir í donsku superliguni.

Hoseth sigur seg vera takksaman fyri at fáa møguleikan í B36, og samstundis at sleppa aftur til Føroya.

- Tað er eingin ivi um, at hetta er ein gávuríkur spælarahópur við stórum potentiali. Eg havi sum heild eina sera góða fatan av felagnum, ið eisini hevur lagt eina ambitiøsa ætlan fyri framtíðina. Í Føroyum og B36 sleppi eg at arbeiða við trúgvum fólki við teimum røttu virðunum, og tað hevur stóran týdning fyri meg, sigur hann við heimasíðuna hjá B36.

[object Object](Mynd: Sverri Egholm)

Sáttmálin galdandi restina av árinum
Marita Debess Magnussen, forkvinna í B36, sigur tað vera umráðandi, at nýggi høvuðsvenjarin, sum tekur yvir so brádliga, kennir umstøðurnar og mentanina í Føroyum.

- Magne hevur góðan kunnleika til føroyskan fótbólt, og hann veit, hvat krevst fyri at fara út í Evropa við einum føroyskum spælarahópi. Hoseth kemur eisini við nógvari orku og fjølbroyttum royndum sum venjari og spælari, sigur hon.

Lukas Enevoldsen, sum hevur verið hjálparvenjari í ár, heldur fram við sínum uppgávum.

Avtalan millum B36 og Magne Hoseth er galdandi fyri hetta kappingarárið. Eftir kappingarenda verður støða tikin til, um partarnir skulu halda fram við samstarvinum.

Fyrsti dysturin við Magne Hoseth á síðulinjuni verður leygardagin 15. juni. Tá fær B36 vitjan av B68 í landskappingini.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 06. juni 2024

32 Leygardagur 08. juni 2024

Víkingur varpaði KÍ fyribils úr FM-stríðnum

Eitt sterkt avrik av liðnum úr Eysturkommunu meðan trýfaldu føroyameistararnir til tíðir sóu ráðaleysir út og taptu triðja landskappingardystin í ár. Seks stig skilja nú liðini aftur

Poul Kallsberg legði upp til bæði málini hjá Víkingi - tað fyrra til Olad Bárðarson og tað seinna var stútari hjá Arnbirni Svensson (Savnsmynd: Jens Kr. Vang)
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

Tríggjar vikur frammanundan vann KÍ 2-1 á Víkingi. Sunnudagin hittust liðini aftur í Klaksvík, og hesaferð var útiliðið omaná. Hetta merkir, at nú eru aftur seks stig millum kappingarneytarnar, og at Víkingur verður verandi í oddasessinum.

KÍ legði hart út, men so tók Víkingur yvir, og hevði nakrar stórar møguleikar fyri steðgin. Millum annað átti Finnur Jusinussen havt skorað upp á stútara eftir gott innlegg. Ein annan møguleika fekk Olaf Bárðarson. Hetta var eftir 35 minuttir, tá Poul Kallsberg fekk bóltin innum verjuna í høgru síðu, teir á heimaliðnum vóru ikki heilt uppá pláss, Olaf var púra frúr við aftaru stong og so var 1-0. 

Páll Klettskarð hevði stútara eftir gott innlegg frá Árna Frederiksberg stutt fyri steðgin, men Bárður á Reynatrøð bjargaði væl. Fleiri ferðir í dystinum var Víkinga-verjan væl fyri, men tað var ikki, fyrrenn tað varð 2-0, at KÍ veruliga fekk skapt vandastøður aftur. 

Víkingur hevði verið nær við at revsa eitt av mongu mistøkunum í KÍ-uppspælinum tíðliga í 2. hálvleiki. Tað var miðskeiðis í 2. hávleiki, at tað eydnaðist at økja: Poul Kallsberg legði fríspark væl innfyri úr høgru, Arnbjørn Svensson rann seg púra frían, meðan nakrir KÍ'arar snorksvóvu, og so stútaði miðverjin bóltin í málið á vakran hátt. Arnbjørn tók aftur stóra ábyrgd, saman við millum annað Atla Gregersen og Geza Turi. Hann er púra uppiborið í landsliðshópinum, sum nú er farin til Baltic Cup. Hví Poul Kallsberg ikki fær møguleikan, er at undrast eitt sindur á.

At Víkingur í løtuni er á betri staði enn KÍ, hóast millum annað Sølvi Vatnhamar vantar, var hesin dysturin gott prógv um. KÍ fall tó ikki í fátt og var ógvuliga nær við at minka um munin - serliga tá Arnbjørn Svensson bjargaði roynd frá Jonn Johannessen á mállinjuni. Tað hekk tó samanlagt ikki nóg væl saman hjá heimaliðnum, har ein rúgva av misskiljingum og skeivum alveringum sást.

Tað endaði 2-0. Fyrrverandi hjálparvenjarin Espen Haug hevur nú høvuðsábyrgdina og skal fáa nógv at sita betri næstu vikurnar, um KÍ skal gera nakað um seg í Evropa og koma veurliga inn í FM-stríðið aftur. Ikki síðani 2020 hevur KÍ tapt tríggjar dystir í Betrideildini - nú hevur liðið tríggjar ósigrar fyrstu 12 umførini  (móti B36, HB og Víkingi)

Víkingarnir vóru hinvegin vælskipaðir. Teir høvdu yvirskot og reistu seg eftir steypatapið í Gundadali fyrr í vikuni. Hetta var 11. sigurin av tólv møguligum í Betrideildini í ár hjá Jóhan Peturi Poulsen og hansara monnum.

[object Object]Royndi gøtumaðurin, Heðin Hansen, syrgdi fyri, at HB hevur eins nógv stig sum Víkingur eftir tólv umfør (Savnsmynd: Sverri Egholm)

Heðin Hansen avgjørdi fyri HB í dramatiskum dysti

HB vísti eyðkenni og huglag sum eitt meistaralið í Runavík sunnukvøldið. Ikki við at lata tvey mál inn í 83. minutti, men við at svara aftur, og onkursvegna fáa øll stigini við sær til høvuðsstaðnum aftur eftir trupla uppgávu.

Tað er torført at spæla móti NSÍ. Tað hava øll lið fingið at sannað í ár. HB kom á odda longu í 10. minutti í dag, tá Mikkel Dahl sló til. NSÍ hevði heldur torført við at skapa stórar málmøguleikar móti vælskipaða HB-verjupartinum, sum manglaði skadda Bartal Wardum.

Útiliðið flutti eisini bóltin væl í fleiri løtum við Løkin, og tíðliga í 2. hálvleiki økti Sammy Skytte. Sterki miðvallarin fekk gott innlegg frá Hanusi Sørensen úr høgru og var púra fríur, tá hann stútaði bóltin í málið til 2-0. Ikki gott verjuspæl hjá heimaliðnum.

Síðani sá tað leingi trygt út hjá HB. NSÍ byrjaði tó at leggja fleri bóltar inn í HB-brotsteigin, og í 83. minutti sendi Pætur Hentze eitt innlegg úr høgru. Tað endaði tó sum eitt gott skot, ið heilt snýtti Teit Matras Gestsson - málverjin las ikki kósina hjá bóltinum rætt.

HB gav síðani bóltin upp, Heðin Hansen misti bóltin, Búi Egilsson legði inn úr vinstru, Petur Knudsen rakti stongina, men var síðani fyrstur á returbóltinum sum hann stútaði í málið. Ikki bara spenanndi aftur, men 2-2 og alt vent á høvdið.

Man skuldi trúð, at liðið hjá Adolfo Sormani var skelkað. Tað var tað helst eisini, men teir í reyðum og svørtum svaraðu aftur. Beint sum yvirtíðin byrjaði kom bólturin útfrá til Heðin Hansen, sum setti innarusíðuna væl á. Bólturin sníkti seg millum vinir og fíggindar. Kristian Joensen kundi kanska tikið skotið, men málverjin sá tað helst seint, og so var HB-fagnaður aftur við Løkin.

2-3 við Løkin og aftur trý stig til HB. Hetta var tíggjundi landskappingarsigurin á rað og tann 13. samanlagt. HB hevur víst sinnisliga styrki í ár og sanniliga evni til at avgera tættar fótbóltsdystir.

B36 hevur stórar trupulleikar

Fyri aðru ferð í ár endaði tað við javnleiki millum 07 Vestur og B36 í Gundadali. Talan var um ein óruddiligan fótbóltsdyst og eitt úrslit, sum bæði feløgini eru heldur ónøgd við.

Útiliðið vísti nakrar góðar taktir, men kann iðra seg um, at man ikki helt fast í leiðsluni í  fýra royndum móti einum sárbærum mótsstøðuliði. 

Tað er tó ikki oftari enn so, at 07 Vestur fær stig í Gundadali. Tískil er tann parturin góðkendur. Tríggjar ferðir í fyrra hálvleiki skoraði 07 Vestur, har tað sæð við brillunum hjá útiliðnum var væl spælt. Útlendskir spælarar, og í triðja málinum ungi vágamaðurin, Julian Mouritsen, høvdu góðar atgerðir. 

Við B36-brillum var tað ikki pent. Verjan hevur verið ein stórur trupulleiki seinastu tveir mánaðirnar, og tað sigldi í 1. hálvleiki. Í sambandi við 2-3 málið vóru tað landsliðsúttiknu Silas og Jann í felag, sum ikki fingu avgreitt eitt innlegg, har liðformaðurin koyrdi bóltin í egið mál við bringuni.

Fjórða málið átti Silas Eyðsteinsson sjálvur. At sandavágsmaðurin kann standa væl í Betrideildini, og at hann hevur arbeitt fyri sínum møguleika í B36, hevur hann prógvað. Men seinastu tveir dystirnar hevur Silas, ið tók yvir fyri Bjarta Mørk, kostað fleiri mál. Stór spurnartekin kunnu setast við landsliðsúttøku hansara, tí málverjin hevur spælt so lítið í fremstu røð seinastu tvey árini. Í 55. minutti helt hann onkursvegna ikki langskotinum hjá Benjamin Braithwaite, og so var 4-3 Eitt korter seinni tók Dan Brimsvík avleiðingina og skifti málverja.

Tað jaliga í hesum dystinum var, at B36 svaraði aftur fýra ferðir. 

[object Object]
Villiam Emil Klein skoraði tvær ferðir í fyrsta sigrinum hjá B68 í ár (Savnsmynd: Sverri Egholm)

B68 vann sín fyrsta dyst í Betrideildini í ár

Tvær spennandi botnuppgerðir vóru í Betrideildini leygardagin. Tey bæði liðini undir strikuni høvdu undan dystunum ongan sigur, og harðliga tørv á stigum - annað nærkaðist strikuni og hitt kom í væl størri trupulleikar.

Skála tók eitt felt longur burtur frá niðurflytingarstríðnum. Fyri aðru ferð í ár vann liðið hjá Paula Poulsen tepurt á ÍF, og nú eru tíggju stig millum hesi liðini. Skála hevur við sigrinum trý stig fleiri enn í øllum kappingárinum 2022, tá Skála flutti niður.

Tað var 17-ára gamli Markus Isaksen, sum gjørdist stóra hetjan hjá Skála. Innskifti áleyparin kastaði seg fram og beindi innlegg frá Ragnari Skála í málið hjá ÍF í 85. minutti. ÍF hevði annars vent dystinum í 2. hálvleiki, har útiliðið til tíðir hevði stóra yvirvág, og útlendsku áleypararnir slóu til. Skála gjørdi tó nóg mikið at vinna dystin. ÍF spældi enn ein javnan dyst, ónøgd var um lyklaavgerðir hjá dómarunum, men einki stig og liðið hjá Jákup Martini Joensen í stórum trupulleikum.

Eftir níggju mánaðir uttan sigur í Betrideildini bragdaði tað loksins hjá B68. Tað var móti EB/Streymi á Svangaskarði.

Tað leikaði javnt á, men stutt fyri steðgin fekk Villiam Emil Klein beint bóltin í málið, eftir at beiggi hansara, Bartal Páll Klein, hevði roynt seg.

EB/Streymur fekk samanlagt ikki heilt lagt trýstið eftir steðgin, og í kontraálopið  í 79. minutti tók Villiam Emil sakina í egnar hendur. Havnarmaðurin rak langt við bóltinum, og stutt uttanfyri brotsteigin smekkaði 23-ára gamli sterki álopsspælarin til. 2-0, fimta málið samanlagt hjá Villiami Emil Klein í ár og trý stig til B68, sum nú bert er eitt stig frá EB/Streymi.

Betrideildin 12. umfar

KÍ - Víkingur 0-2 (0-1)
26' 0-1 Olaf Bárðarson (Poul Kallsberg)
69' 0-2 Arnbjørn Svensson (Poul Kallsberg)

B36 - 07 Vestur 4-4 (3-3)
14' 0-1 Filip Brattbakk (Maxwell Effiom)
23' 1-1 Jelle van der Heyden (Magnus Egilsson)
28' 1-2 Sjálvmál
34' 2-2 Hannes Agnarsson (Jann Benjaminsen) 
39' 2-3 Sjálvmál
41' 3-3 Anton Søjberg (Jelle van der Heyden)
55' 3-4 Benjamin Smales Braithwaite (Erik Gunnarsson)
72' 4-4 Jann Benjaminsen

NSÍ - HB 2-3 (0-1)
10' 0-1 Mikkel Dahl 0-1
55' 0-2 Sammy Skytte (Mohammed Samba)
83' 1-2 Pætur Hentze
83' 2-2 Petur Knudsen
90+1' 2-3 Heðin Hansen

B68 - EB/Streymur 2-0 (1-0)
38' 1-0 Villiam Emil Klein
79' 2-0 Villiam Emil Klein (Bartal Páll Klein)

Skála - ÍF 3-2 (2-0)
13' 1-0 Sjálvmál
18' 2-0 Carlos Ferreira (Djóni Petersen)
21' 2-1 Jhon Mena Perez (Dánjal á Lakjuni)
71' 2-2 Uros Stojanov (Gundur Petersen)
85' 3-2 Markus Isaksen (Ragnar Skála)

Støðan í Betri deildini hjá monnum
1. Víkingur 33 stig
2. HB 33 stig 
3. KÍ 27 stig 
4. NSÍ 19 stig 
5. B36 16 stig
6. 07 Vestur 15 stig 
7. Skála 13 stig 
8. EB/Streymur 7 stig 
9. B68 6 stig 
10. ÍF 3 stig 

Hetta vikuskiftið er landsliðsstøðgur. Komandi dystirnir í Betri-deildini verða 14.-16. juni.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 02. juni 2024

33 Leygardagur 08. juni 2024

Geza heldur høga stigið

Annan mánaðin á rað er Géza Dávid Turi úr Víkingi kosin til besta spælara í Betrideildini hjá monnum

Feðgar á Djúpurmýru sunnudagin. Géza Támas Turi (t.v.) saman við soninum, Géza Dávid Turi (Mynd: Hans Erik Danielsen)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Við smidligum bóltnertingum, róligum rørslum og elegantum vendingum, hevur hann heilt greitt verið ein av lyklaleikarunum í góðu gongdini hjá Víkingi higartil í ár.

Og tað er ikki bara á vøllinum, at hetta sæst aftur, men eisini í atkvøðugreiðsluni, tá besti spælari farna mánað skal veljast.

Tað eru landsliðsvenjarar, miðlafólk og viðmerkjarar, ið atkvøða, og annan mánaðin á rað hevur Géza Dávid Turi úr Víkingi vunnið heiðurin. Hesaferð sum besti spælari í mai 2024.

– Ja, eg veit ikki heilt hvat eg skal siga. Eg eri errin og ótrúliga glaður fyri hendan heiðurin. Men tað ræður eisini um at hava bæði beinini á jørðini, og halda fram við tí harða arbeiði, sum vit allir í Víkingi leggja í fótbóltin. Einki kemur av sær sjálvum, sigur Géza Dávid Turi við heimasíðuna hjá FSF.

Aðrir, ið eisini fingu væl av atkvøðum hesaferð, vóru Samuel Chukwudi úr HB, Poul Kallsberg úr Víkingi, og toppskjúttin í Betrideildini hjá monnum, Páll Klettskarð úr KÍ.

Fyri heiðurin fekk Géza Dávid Turi handað eitt gávubræv upp á 1.000 krónur, ið kann brúkast á Hotel Brandan, Hotel Hafnia ella hjá Katrinu Christiansen í Havn, umframt eina glasstandmynd, ið er latin av FSF.

Tað var pápi Géza, Géza Támas Turi, ið vegna Fótbóltssamband Føroya handaði soninum heiðurin sum besti spælari í mai mánaði.

Géza Támas kom til Føroya í 2006, og fyrstu tvey árini vardi hann málið hjá GÍ, sum síðani bleiv til Víking, eftir samanleggingina við LÍF. Fram til 2018 var eldri Géza ein av berandi kreftunum hjá Víkingi, og saman við gøtumonnum og leirvíkingum hevur hann vunnið tvey FM og fimm ferðir Løgmanssteypið.

Í løtuni er Géza Támas Turi málmansvenjari hjá KÍ og hjá A-landsliðnum hjá monnum.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 02. juni 2024

34 Leygardagur 08. juni 2024

Bartal, Andrias og Mattias góvu avboð til landsliðið

Ragnar Samuelsen, Noah Mneney og Ari Petersen vórðu boðsendir áðrenn farið varð til Baltic Cup

Ragnar Samuelsen (Savnsmynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Týsdagin gjørdist greitt, at Ragnar Samuelsen, Noah Hans Mneney og Ari Petersen vera í føroyska ferðalagnum, sum mikumorgunin setti kós ímóti Estlandi.

Í dag spælir A-landsliðið við monnum fyrra dystin í Baltic Cup 2024, tá Estland tekur ímóti á Le Coq Arena í Tallinn.

Men til landsliðsuppgávurnar hesaferð verður venjarin, Håkan Ericson, noyddur at síggja burtur frá Bartali Wardum úr HB, Andriasi Edmundsson, ið spælir fyri MKS Chojniczanka í Polandi, og málverjanum, Mattiasi Lamhauge, sum spælir fyri FC Fredericia í Danmark.

Skaðar eru orsøkin til at Bartal og Mattias bóru ikki fóru við til Estlands. Hjá Andriasi Edmundsson er støðan tann, at hann er í týðandi samráðingum við nýtt størri felag í Polandi, og hann ynskir tí ikki at seta seg í vanda fyri at koma til skaða í hesi venjingarkappingini hjá landsliðnum.

Í staðin sendi landsliðsvenjarin boð eftir Ragnari Samuelsen úr B68, og Noah Hans Mneney, sum spælir fyri norska felagið Bryne FK, og Ari í Haraldstovu Petersen úr KÍ.

Seinni dysturin í Baltic Cup verður týsdagin 11. juni, og tá verður mótstøðuliðið annaðhvørt Lettlandi ella Litava.

Hópurin
Bárður á Reynatrøð, Víkingur
Silas Eyðsteinsson, B36
Ari í Haraldstovu Petersen, KÍ 
Jóannes Kalsø Danielsen, KÍ
Jann Julin Benjaminsen, B36
Viljormur Davidsen, HB 
Daniel Johansen, Thisted FC (Danmark)
Ragnar Samuelsen, B68
Noah Hans Mneney, Bryne FK (Noreg)
Gunnar Vatnhamar, Víkingur Reykjavík (Ísland)
Samuel Chukwudi, HB 
Gullbrandur Øregaard, Sandnes ULF (Noreg)
Aron Jarnskor Ellingsgaard, Víkingur
René Shaki Joensen, KÍ 
Arnbjørn Svensson, Víkingur
Hanus Sørensen, HB 
Adrian Justinussen, Hillerød Fodbold (Danmark)
Meinhard Egilsson Olsen, Mjøndal IF (Noreg)
Stefan Radosavljevic, Sligo Rovers FC (Írland)
Pætur Petersen, KÍ 
Klæmint Andrasson Olsen, NSÍ 
Petur Knudsen, NSÍ 
Jóan Símun Edmundsson, FC Shkupi (Norðurmakedonia)
Patrik Johannesen, Breiðablik (Ísland)


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 04. juni 2024

35 Leygardagur 08. juni 2024

KÍ fær nýggjan miðvallara

31 ára gamal svii kemur til Klaksvíkar í næstum

 
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Besta mansliðið hjá KÍ styrkir seg í summar við einum svia, 31 ára gamla Albert Ejupi.

Hetta er ein royndur maður, sum skal styrkja um miðvøllin. Albert Ejupi hevur verið við til at vinna Superettan í Svøríki við Varberg Bois, og hevur spælt meir enn hundrað dystir í toppfótbólti og hevur altjóða royndir í eysturríkskum, ísraelskum og donskum fótbólti.

- Albert er ein kropsliga sterkur miðvallari, sum kemur at geva liðnum eyka megi bæði á vølli og í luftspælinum. Í sær hevur Albert tað, sum KÍ stendur fyri, hann er ein heilhjartaður og framrættaður leikari, sigur høvuðsvenjarin hjá KÍ, Espen Haug.

Síðsta felagið Albert spældi við var AC Horsens. Sambært KÍ skiltust partarnir í sátt og semju fyrr í vár, tá leiðslan valdi at hálsa um og heinta fleiri ungar afrikanarar í hópin.

Eftir ætlan kemur Albert í Djúpmýrar fyrst í komandi viku, so hann er tøkur tá  flytingargluggin letur upp. Fyribils er sáttmálin millum Albert Ejupi og KÍ galdandi fyri inniverandi kappingarár.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 01. juni 2024

36 Leygardagur 08. juni 2024

Liðskiparin hjá B36 givin

Eftir dystin sunnudagin boðaði Andrias Eriksen frá, at hann gevst at spæla fótbólt. Orsøkin er afturvendandi skaðar

(Mynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

- Eftir fleiri longri prát við familju, Dan, læknatoymi og fyrrverandi leikarar í felagnum, so er tíðin komin, at eg takki fyri meg.

Tað skrivaði Andrias Eriksen í heilsan til felagið og til áskoðarar mánadagin, nú hann hevur tikið avgerð um at gevst.

Andrias Eriksen spældi í alt 256 skrásettir dystir fyri besta mansliðið hjá B36. Hann vann tvey føroyameistaraheiti, tvær steypakappingar, umframt nógvar upplivingar í Evropa. Fyrsta dystin spældi hann fyri tíggju árum síðan, 11. apríl 2014 ímóti HB. Hann hevur eisini spælt tveir landsdystir fyri Føroyar, og sum ungdómsspælari var hann við á fleiri ungdómslandsliðum.

[object Object](Mynd: Jens Kr. Vang)


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 03. juni 2024

37 Leygardagur 08. juni 2024

Grikkaland hevði munin

Hóast innsatsurin hjá føroyska liðnum var góður, so hevði Grikkaland munin, og vann uppiborið 2-0 á Tórsvølli týsdagin

(Mynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Við einum máli í hvørjum hálvleiki, fór Grikkaland av Tórsvølli týsdagin við einum 2-0 sigri í viðførinum. Fyrra málið kom eftir 13 minuttir, og tá góðir tíggju minuttir vóru eftir at spæla, varð sigurin staðfestur.

Grikkar sótu á tí mesta, og tær komu eisini fram til fleiri góðar støður. Hinvegin høvdu okkara trupult við at skapa teir heilt stóru málkjansirnar, og sigurin hjá Grikkalandi má tí sigast at vera uppiborin.

[object Object](Mynd: Sverri Egholm)

Eftir fýra umfør í bólki C3 í undankappingini til EM 2025, eru Grikkaland og Montenegro fremst við 10 stigum í part. Føroyar hava 3 stig, meðan Andorra er aftast við ongum stigi.

[object Object](Mynd: Sverri Egholm)

Fríggjadagin 12. juli fara liðini á vøllin aftur. Á Tórsvølli taka Føroyar ímóti Montenegro, meðan Grikkaland fær vitjan av Andorra. Síðsta umfar í bólkinum verður spælt týsdagin 16. juli. Tá spæla Montenegro og Grikkaland, og Andorra og Føroyar.

Sí eisini: Myndir: 2-0 tap fyri Grikkalandi

Týsdagin 4. juni 2024 - A-landsdystur, kvinnur, á Tórsvølli

Føroyar - Grikkaland 0-2 (0-1)

13' 0-1 Veatriki Sarri
78' 0-2 Sophia Koggouli

Føroyska liðið: Eyðgerð Mikkelsen - Birita Ryan, Sunniva Willemoes, Heidi Sevdal (60'Petra Hoydal), Ásla Johannesen (L), Eyðvør Klakkstein (83' Lea Lisberg), Jensa Tórolvsdóttir, Tórunn Joensen, Sara Lamhauge, Rúna Jacobsen (46' Sanna Svarvadal), Durita Hummeland (60' Fridrikka Clementsen)

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 04. juni 2024

38 Leygardagur 08. juni 2024

Royndirnar bóru Real Madrid enn einaferð

Borussia Dortmund var betri í 1. hálvleiki, men 2. hálvleik átti liðið hjá Carlo Ancelotti. Carvajal og Vinicius skoraðu, har tann fráfarandi Toni Kroos og nýggja stjørnan, Bellingham, løgdu upp

Toni Kroos takkaði fyri seg sum Real Madrid-spælari í stórum stíli. Týskarin stýrdi spælinum í 2. hálvleiki og skapti fleiri málmøguleikar við sínum frálíka høgra fóti (Mynd: EPA)
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

Í nógv ár í hesari øldini jagstraði Real Madrid "La Decima". Tað tíggjunda Champions League/Evropa Cup fyri meistaralið kom í hús í 2014, og tíggju ár seinni hevur felagið vunnið kappingina samanlagt 15 ferðir.

Real Madrid vann sum væntað í finaluni á Wembley farna leygarkvøld. Borussia Dortmund avrikaði tó betri í fyrra hálvleiki og hevði fleiri vandamiklar støður. Týska liðið átti at verið á odda í steðginum men tók tó ikki av, og so gjørdi Real Madrid tað, sum felagið megnar so væl: At avgerða finalur.

Dani Carvajal hevði verið nær við eftir horna úr vinstru frá Toni Kroos rímiliga tíðliga í 2. hálvleiki, og í 74. minutti royndu teir royndu spælararnir uppskriftina aftur. Týskarin skeyt væl innfyri, høgri bakkurin søkti ímóti fremsta økið og stýrdi bóltinum flott í málið við høvdinum. Hetta var sætta finalan hjá Carvajal, og við hesum málinum stýrdi spaniólin felagnum móti sætta heitinum í ellivu ár.

[object Object]
Lágvaksni høgri bakkurin gjørdi bart - Carvajal var sera vandamikil í samband við hornaspørk (Mynd: EPA)

Carvajal hevði frammanundan bert eitt mál í 88 Champions League-dystum. Leiðslumálið hevði hingið í luftuni eina løtu, har eisini Jude Bellingham var nær við. Fyrrverandi Dortmund-miðvallarin fekk eitt upplegg í finaluni í heimlandi sínum, tá hann í 83. minutt fekk eina gávu frá Dortmnund-verjuni. Bellingham fann síðani Vinicius Junior í vinstru, og vandamikli vongurin gjørdi sum í finaluni móti Liverpool fyri tveimum árum síðani, tá brasilumaðurin avgjørdi: Skerpni, royndir,  evni til at revsa og samanlagt tamarhald eyðkennir Real Madrid.

[object Object]
Vinicius Jr. kundi fegnast, meðan luftin fór úr ballónini hjá Dortmund (Mynd: EPA)

[object Object]Teir flestu hjá Real Madrid hava fleiri Champions League-gull heiðursmerki, men hetta var tað fysta hjá Jude Bellingham, sum var kensluborin eftir síðsta bríksl (Mynd: EPA)

[object Object]Ungi onglendingurin troystaði eisini onkrar av gomlu liðfeløgunum (Mynd: EPA)

So var eingin ivi um, hvar steypið fór. Spanska felagið staðfesti aftur, at man situr á stóru kappingini. Carlo Ancelotti hevur vunnið tað seks ferðir nú: Fýra ferðir sum venjari og tvær ferðir sum spælari (Trý við AC Milan og tríggjar ferðir við Real Madrid).

Toni Kroos endaði sína felagsyrkisleið á toppinum, og Nacho endaði sína Real Madrid-tíð við at lyfta stóra steypið sum tann fyrsti.

Champions League-finalan 2024
Leygardagin 01. juni á Wembley
Real Madrid - Borussia Dortmund 2-0 (0-0)
74' 1-0 Dani Carvajal (Toni Kroos) 
83' 2-0 Vinicius Junior (Jude Bellingham) 

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 01. juni 2024

39 Leygardagur 08. juni 2024

Kiel skal spæla móti Barcelona um finalupláss

Tað verður ein stór uppgáva hjá føroyska spælskiparanum og liðfeløgunum í Köln leygardagin. Elias Ellefsen á Skipagøtu er fyrsti føroyingurin í Final Four í Champions League

Elias Ellefsen Skipagøtu til fyrsta A-endaspælið við føroyskari luttøku, sum var í Berlin í januar. Um vikuskiftið verður føroysk hondbóltssøga skrivað í Köln (Savnsmynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

Eftir eitt tap við níggju málum í Fraklandi í fyrru fjórðingsfinaluni sá tað ógvuliga tungt út hjá THW Kiel, men týska stórfelagið rakk tó málinum um Final Four í fremstu kappingini í Evropa. Hetta við 31-21 sigri í heimadystinum.

Tá var Elias Ellefsen á Skipagøtu so mikið plágaður av knænum til fyrra dystin, og tað gekk so væl í seinna dystinum hjá hinum, at hann ikki hevði nakran leiklut í fjórðingsfinalunum. 

Annars hevur hoyvíkingurin havt stóran leiklut fyri Kiel í fleiri Champions League-dystum hetta kappingárarið, har nummar 71 nakrar ferðir hevur verið toppskjútti og/ella fingið heiðurin sum dagsins spælari.

[object Object]
Elias Ellefsen á Skipagøtu í øðrum dystinum móti Kielce í harða bólkaspælinum - í dystinum móti pólska stórfelagnum stóð spælskiparin seg væl (Mynd: EHF)

Leygarkvøldið verður Elias Ellefsen á Skipagøtu fyrsi føroyingurin nakrantíð, sum fer at spæla í Final Four í Champions League.

Annika Fríðheim Petersen var við Final Four i European League (EHF Finals) hjá kvinnum í fjør, og Hákun West av Teigum og Jóhan Plógv Hansen spældu hjá monnum í ár. Allan Norðberg var í síðsta mánaða við at vinna European Cup, sum er skipað við tveimum finalum. Hetta er triðsterkasta evropeiska kappingin.

Heilt nógv hondbóltseygu verða vend móti Köln hetta vikuskiftið, har tað besta liðið skal finnast. Magdeburg er favorittur at vinna heitið aftur. Týsku meistararnir spæla hálvfinalu móti Aalborg klokkan 14 leygardagin. 

Tríggjar tímar seinni byrjar dysturin millum Kiel og Barcelona. Liðið hjá Eliasi hevur ikki havt eitt gott ár í Bundesliguni - nú skal man royna at basa favorittunum úr Katalonia fyri framhaldandi at hava ein møguleika at bjarga kappingarárinum.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 06. juni 2024

40 Leygardagur 08. juni 2024

Elias: - Havi droymt um hetta leingi

- Síðani eg var til Final Four sum drongur, hevur hetta verið eitt av mínum málum, sigur 22-ára gamli hoyvíkingurin. Hann fær ein leiklut móti Barcelona í Köln í kvøld

Elias á Ellefsen á Skipagøtu í sigrinum á Spania til U21 HM í Magdeburg. Nú er møguleiki at hitta Magdeburg í Champions League-finalu. Fyrsta krav er at basa Barcelona: - Barcelona hevur eina sterka verju og rennur skjótt kontra. Vit skulu spæla klókt og ikki gera mistøk í álopinum, sum loyvir teimum í kontraálop (Savsmynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

Í dag, leygardagin 8. juni, skrivar Elias Ellefsen á Skipagøtu føroyska hondbóltssøgu, tá hann við THW Kiel spælir Champions League hálvfinalu. Dysturin verður í stóru Laxness høllini í Köln, og føroyski spælskiparin vissar um, at hann verður á hallargólvinum, har hann og liðfelagarnir skulu royna at basa Barcelona. 

- Eg veit so, at eg fari at spæla. Um eg byrji inni, havi eg ikki ordliga kunning um enn.

Hetta sigur hann hálvgum flennandi, tá Portalurin fekk orðið á hann hósdagin. Hetta var, meðan Elias á Skipagøtu sat í bussinum hjá THW Kiel, sum var á veg til Köln.

[object Object]
Elias í Köln - spælskiparin hevur sín størsta dyst í felagshondbólti fyri framman (Mynd: THW Kiel)

Fyrsta kappingarárið hjá 22-ára gamla føroyinginum í týska stórfelagnum endar við einum braki. Tað er ikki hilnast væl í Bundesliguni, har Kiel annars søguliga er mest vinnandi felagið. Elias Ellefsen á Skipagøtu viðurkennir eisini, at man seinastu vikurnar hevur havt eitt eyga á Final Four vikuskiftinum, har Barcelona er á skránni í hálvfinaluni.

- Hava vitað í nakrar vikur, at vit fóru at enda á 3. ella 4. plássi í Budesliguni. Vit vildu sjálvandi gjarna enda á 3. plássi og vinna teir seinastu dystirnar. Bæði plássini geva tó pláss í European League, og tað er eingin loyna, at vit hava fyrireikað okkum nógv til Final Four. Vit hava bæði hugt eftir okkara spæli, og eftir hvussu Barcelona spælir.

- Hvat fyri dyst væntar tú móti Barcelona, og hvat skal til fyri at koma í finaluna ?

- Vit skulu fyrst og fremst spæla ein øgiligan góðan dyst. Teir eru nokk favorittar - tað siga tey flestu í hvussu so er. Barcelona hevur eina sterka verju og rennur skjótt kontra. Vit skulu spæla klókt og ikki gera mistøk í álopinum, sum loyvir teimum í mótálop. 

[object Object]
Elias Ellefsen á Skipagøtu takkar føroyskum áskoðarum eftir sigur á Spania í U21 HM í fjør. Nakrir føroyskir áskoðarar vera í Köln um vikuskiftið - Elias fegnast um sín leiklut higartil í kappingini (Savnsmynd: Sverri Egholm)

Fyri Elias merkja hesir dystirnir nakað serligt - hesum dylir hondbóltsglaði hoyvíkingurin ikki fyri. Júst í Champions League hevur nummar 71 skinið fleiri ferðir í ár:

- Tað er sjálvandi ordliga stuttligt at fáa slíkar dystir. Eg havi droymt at spælt Final Four, síðani eg var til tað sum drongur saman við familjuni, og tað hevur verið eitt mál. Tað er eisini so, at eg havi fingið eitt sindur longri snór í júst Champions League. Havi spælt nógv í kappingini og staðið meg væl. Tískil kenni eg veruliga, at eigi ein part av, at vit eru her.

Eins og Elias Ellefsen á Skipagøtu var til finaluvikuskifti í fremstu evropeisku kappingini sum yngri, verða fleiri áskoðarar til dystrnar. Sjálvur fekk føroyski spælskiparin eini 20 atgongumerki, ið familja og onnur fingu. Eisini vita vit og Elias um fleiri aðrar føroyingar, ið vera til staðar í Lanxess leikhøllini í dag og sunnudagin. Hon tekur eini 19.000 áskoðarar.

Portalurin verður til staðar í Köln.



Greinin varð fyrstu ferð løgd út 07. juni 2024

41 Leygardagur 08. juni 2024

- Sera stórt fyri føroyskan hondbólt at hava umboð í Köln

Julian Johansen hevur leingi veirð venjari hjá Eliasi Ellefsen á Skipagøtu og sigur, at spælskiparin er í heimsklassa á ávísum økjum. Leikhátturin hjá Kiel og møguleikarnir hjá liðnum, heldur hann ikki nógv um

 
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

- Tað er sera stórt fyri føroyskan hondbólt, at vit hava eitt umboð til stórfingna hondboltsvikuskifti í Köln. Tað eru har bestu leikarar í heiminum møtast fyri at finna útav, hvat lið er heimsins sterkast. Elias er tann fyrsti, men eg vænti at tað fara at koma fleiri.

Soleiðis sigur Julian Johansen við Portalin. Havnarmaðurin hevur í nógv ár verið hondbóltsvenjari og viðmerkjari, og eins og nógv onnur hondbóltsáhugaði gleðir hann seg til Final Four-vikuskifti. Tað er serligt við føroyskum brillum, tí Elias Ellefsen á Skipagøtu verður tann fyrsti føroyingurin, sum fer at spæla um Champions League-heiðursmerki.

Julian var venjari hjá Eliasi á øllum ungdómslandsliðunum, og var eisini hjálparvenjari á A-landsliðnum frá mai í fjør til mai í ár. Hann kennir tískil væl nú 22-ára gamla hoyvíkinginum, og Julian Johansen setur Kiel-spælaran í heimsflokk á summum økjum:

- Elias er í mínum eygum tað tættasta vit koma uppá ein komplettan hondboltsleikara. Tað eru øgiliga fá ting, sum Elias ikki dugur á vøllinum. Hansara eyga fyri spælinum, og styrkin í hansara timing er í heimsklassa.

[object Object]

[object Object]

Hetta er endin av fyrsta kappingarárinum hjá Eliasi á Skipagøtu. Tað hevur verið eitt sindur "blandað bomm", staðfestir Julian Johansen, sum ikki er heilt álvuligur við, hvussu spælskiparin spælir og hóskar inn í leikháttin hjá Kiel, sum FIlip Jicha stjórnar:

- Elias hevur í ár spælt til tíðir øgiliga væl, og so eisini undir evnir. Tað sum kanska órógvar hann mest er, at hann fyri fyrstu ferð spælir á einum liði sum ikki er skræddarseymað til handara spælistíl. Venjarin hjá Eliasi ynskir, at Kiel spælir tann leikháttin, sum Jicha sjálvur spældi, tá hann var á toppinum. Hetta hóskar ikki altíð til leikháttin, sum Elias spælir uppá og hóskar best til. Mín vón er, at hetta broytist komandi kappingarár.

- Tíverri vænti eg ikki at Kiel hevur nakran møguleika móti Barcelona í løtuni. Barcelona kemur til Final4 sum eitt úthvílt lið sum nærum ikki hevur spælt ein dyst av týdningi í ár. Støðan hjá Kiel er beint øvugt; og tá hevur tað eisini gingið illa hjá Kiel seinastu vikurnar.

Julian Johansen væntar tó, at Kiel fer at vinna bronsuna - eftir dyst móti Aalborg. 

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 06. juni 2024

42 Leygardagur 08. juni 2024

Starvsnevndin í Hondbóltssambandinum heldur fram

Hondbóltssambandið hevði aðalfund á Giljanesi leygardagin

Gunn Ellefsen, forkvinna í starvsnevndini hjá HSF (Savnsmynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Alda Nielsdóttir

Starvsnevndin í Hondbóltssambandinum heldur fram. Tað er greitt, eftir at Hondbóltssambandið hevði aðalfund leygardagin.

Aðalfundurin var hildin í Skúlanum á Giljanesi í samstarvi við SÍF/Søljuna, sum er heimahoyrandi har.

Fyri vali á aðalfundinum stóðu Gunn Ellefsen, forkvinna, Durita Thomsen, nevndarlimur og varalimirnir Birgir Kass og Høgni Vilhelmsen, og tey vóru øll afturvald, skrivar Hondbóltssambandið í tíðindaskrivi.

Sitandi starvsnevnd telur sostatt hesar limir:
Gunn Ellefsen, forkvinna
Jógvan Emil Nielsen, næstformaður
Durita Thomsen, nevndarlimur
Heini Ellingsgaard, nevndarlimur
Kristian Østergaard, nevndarlimur
Birgir Kass, varalimur
Høgni Vilhelmsen, varalimur


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 06. juni 2024

43 Leygardagur 08. juni 2024

100.000 krónur til Eydnudeildina

– Vit eru ovurfegin og droyma um allar teir møguleikarnar, sum hendan stóra upphæddin gevur okkum í okkara arbeiði, sigur Morten Hust, formaður hjá Eydnudeildini

 
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Í sambandi við EM-endaspælið í Berlin tóku stuðlarnir hjá Eydnudeildini stig til at selja fjepparablusur, har 50 krónur fyri hvørja blusu fóru óskerdar til Eydnudeildina. Samlaða upphæddin bleiv 100.000 krónur, sum nú er latin Eydnudeildini.

Stuðlarnir til átakið eru Føroya Banki, Wenzel, Atlantic Airways, Effo og Smyril Line.

– Vit eru ovurfegin og droyma um allar teir møguleikarnar, sum hendan stóra upphæddin gevur okkum í okkara arbeiði at heiðra fjølbroytni og somuleiðis geva øllum okkara stjørnum nakrar fantastiskar upplivingar og møguleika fyri at vera partur av einum felagsskapi, sigur Morten Hust, sum er formaður hjá Eydnudeildini.

Eydnudeildin er ein felagsskapur fyri børn og ung við serligum tørvi. Hvørja viku hittast tey til eina stuttliga og stimbrandi ítróttarvenjing. Hjá fleiri teirra er venjingin hæddarpunktið í vikuni, og saman skapa tey ógloymandi løtur.

Føroya Banki høvuðsstuðul hjá Eydnudeildini
Síðani 2022 hevur Føroya Banki verið høvuðsstuðul hjá Eydnudeildini, og í farnu viku skrivaðu Eydnudeildin og Føroya Banki undir nýggja samstarvsavtalu.

Endamálið við samstarvinum er at geva Eydnudeildini møguleika fyri framhaldandi at skapa menning og góðar upplivingar fyri børn og ung við avbjóðingum og familjum teirra.

– Vit eru errin av at stuðla einum so einanstandandi arbeiði, sum tað, ið Eydnudeildin ger fyri so nógv børn og ung í Føroyum. Vit vóna, at vit sum høvuðsstuðul kunnu vera við til at betra um umstøðurnar hjá Eydnudeildini og somuleiðis kunnu vera við til at gera dreymar teirra til veruleika, sigur Turið F. Arge, forstjóri.

Eydnudeildin er partur av donsku Lykkeliga, og hevur virkað í Føroyum í seks ár.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 06. juni 2024

44 Leygardagur 08. juni 2024

Klaksvíkingur vann á norðoyastevnu

Sigursvandi Jarnbardur vann tryggan sigur í 6-mannaførum við kvinnum

(Mynd: Signar Højgaard)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Tríggjar manningar vóru við í 10-mannafarðsróðrinum á Norðoyarstevnu farna vikuskiftið.

Allir úr Norðoyggjum. Klaksvíkingur og Nólsoyar Páll frá Klaksvíkar Róðrarfelag og Norðingur hjá Sunda Róðrarfelag.

Klaksvíkingur vann ein spennandi róður 13 hundraðpartar av einum sekundi framman fyri Nólsoyar Páll, sum annars førdi tað mesta av róðrinum.

Norðingur kom á mál góð trý sekund eftir Klaksvíking.

Í størstu bátastøddini við kvinnum, 6-mannaførum, vóru seks bátar við.

Sigursvandi Jarnbardur hjá Róðrarfelagnum Knørri vann ein sannførandi sigur framman fyri Páll Fanga úr Klaksvík og Hósvíking.

Signar Højgaard tók myndirnar frá kapproðrinum á norðoyastevnu leygardagin. Fleiri myndir eru at síggja her

Øll úrslitini frá kappróðrinum á norðoyastevnu 

Næsti róður verður á Sundalagsstevnuni í Kollafirði 15. juni

[object Object]

[object Object]

[object Object]

[object Object]

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 02. juni 2024

45 Leygardagur 08. juni 2024

Sandflogbóltur fyri landslið á skrá í summar

Tvey U18 landslið eru úttikin til tvær altjóða kappingar. Osla Johannesen, Mariu Teresu Vitalis, Rani Ákason og Hákun Nón skulu umboða Føroyar í Onglandi og í Georgia

 
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Flogbóltssamband Føroya sendir tvey U18 landslið til tvær altjóða sandflogbóltskappingar í summar.

Talan er um NEVZA U18 meistaraheitið og um CEV U18 evropiska meistarakappingin. Landsliðini fata um eitt gentulið og um eitt dreingjalið - gentur og dreingir, sum eru fødd 1. januar 2007 ella seinni.

Í longri tíð, hevur FBF haft ynski um at fáa gongd á hendan partin av flogbóltinum, eins og eitt ávíst altjóða trýst eisini hevur verið á FBF um at fáa hetta í gongd. Í hesum sambandi hevur FBF ynskt, at sandflogbóltur er á skrá til Oyggjaleikirnar, sum verða í Føroyum í 2027.

Hesi landsliðini og kappinarnar eru sostatt ein byrjandi fyrireiking til Oyggjaleikirnar í 2027.

Við tað at Flogbóltssamband Føroya longu hevði ein royndan sandflogbóltsleikara og venjara í starvi - Oleksandr Dmytriiev úr Ukraina - hevur verið laga manni at geva Oleksandr - Sasha - uppgávuna at fáa gongd á sandflogbóltin og at menna hendan upp yvir næstu árini.

Seinastu vikurnar hava úttøkuvenjingar verið í Sandagerði og á Gøtusandi og tvey lið eru nú úttikin til kappingarnar. Venjarin hevur úttikið Oslu Johannesen og Mariu Teresu Vitalis til gentuliðið og Rana Ákason og Hákun Nón til dreingjaliðið. 

[object Object]

Fyrsta kappingin er í Bridlington í Englandi í døgunum 24. til 28. juni. Talan er um kapping um NEVZA U18 meistaraheitið. NEVZA fatar um limalondini í CEV í Norðurlondum og England. Til hesa kappingina eru tó eisini aðrar tjóðir bodnar við, soleiðis at føroysku leikararnir koma at møta liðum úr Englandi, Svøríki, Noregi, Íslandi, Írlandi og Skotlandi.

Seinna kappingin er í Kachreti í Georgia í døgunum 10. til 14. juli. Her er talan um evropiska meistaraheitið fyri U18 lið í sandflogbólti. Dystarskráin verður løgd eftir styrkismetingini hjá einstøku londunum.

Við tað at hetta er fyrsta ferðin, at Føroyar luttaka, skulu føroysku liðini fyrst í eina undankapping, sum verður 10. juli. Í hesi undankappingini skulu føroysku dreingirnir leika ímóti Slovakia, Rumenia, Aserbadjan og Kosovo. Genturnar skulu leika ímóti Serbia, Rumenia, Kosovo og Aserbadjan. Fyri bæði dreingirnar og genturnar koma tvey lið víðari til sjálva kappingina um evropiska meistaraheitið.

Fyrireikingarnar til kappingarnar hava verið og halda áfram á sandinum í Sandagerði og á sandinum í Syðrugøtu. Hóast umhvørvið er fantastiskt, eru hetta ikki bestu ítróttarligu umstøður og vónin hjá Flogbóltssambandi Føroya er, at onkrar av komunnunum fara at setta upp veruligar sandflogbóltsvallir og vónandi verður onkur sandflogbóltshøll eisini at síggja í næstum.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 06. juni 2024

46 Leygardagur 08. juni 2024

Wong nýggjur landsliðsvenjari í badminton

– Wong er ein dugnaligur badmintonleikari við altjóða royndum sum landsliðsleikari fyri Malaysia í Topp 50 í heiminum, og síðstu fimm árini hevur hann eisini víst sínar avgjørdu dygdir sum venjari í føroyskum høpi, sigur Katrin Jacobsen, forkvinna í BSF

Katrin Jacobsen, forkvinna í BSF, ynskir Wong til lukku við nýggja sáttmálanum (Mynd: Badmintonsamband Føroya)
SkrivaÐ:

Alda Nielsdóttir

Seinastu fimm árini hevur 30 ára gamli Fai Yin Wong verið við til at menna føroyskt badminton, og næstu trý árini fær Wong høvi at lyfta støðið enn meira, nú sum landsliðsvenjari, skrivar Badmintonsamband Føroya.

Badmintonsambandið fekk fleiri enn 10 umsóknir til landsliðsvenjarastarvið, sum bleiv lýst leyst í vár, tá sáttmálin við verandi landsliðsvenjari Sune Gavnholt var galdandi til í summar, og Sune ynskti ikki at leingja sáttmálan. Wong byrjar í starvinum eftir summarsteðgin.

Badmintonsambandið hevur framfýsnar ætlanir um framhaldandi menning av føroyskum badminton og at styrkja altjóða luttøkuna hjá bestu føroysku badmintonleikarunum. Wong hevur í tíð síni í Føroyum tikið tvey altjóða góðkend venjaraskeið og skal sambært nýggja sáttmálanum eisini taka triðja stig í altjóða góðkendu venjaraútbúgvingini. Sum hjálparlandsliðsvenjari árini 2019-2023 hevur Wong fingið gott innlit í førleikarnar hjá føroyskum badmintonleikarum og møguleikunum fyri at standa seg í altjóða kappingum

– Vit eru heilt sannførd um, at vit við Wong hava fingið rætta persónin at útinna ætlanir okkara í verki, staðfestir Katrin Jacobsen, forkvinna.

– Wong er ein dugnaligur badmintonleikari við altjóða royndum sum landsliðsleikari fyri Malaysia í Topp 50 í heiminum, og síðstu fimm árini hevur hann eisini víst sínar avgjørdu dygdir sum venjari í føroyskum høpi. Harumframt dugir Wong so sera væl at knýta persónlig bond til leikarar, at geva teimum afturljóð og fáa leikarar at seta sær høg mál og røkka teimum.

Við einum trý ára sáttmála við Wong hevur BSF nú skapt tryggar karmar fyri eini menning av badmintonhópinum fram ímóti Oyggjaleikum á Orknoyggjum næsta summar og í Føroyum í 2027, skrivar Badmintonsambandið.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 03. juni 2024

47 Leygardagur 08. juni 2024

Framúr úrslit hjá Sámuel í Slovenia

Í finaluskjótingini í Veronica’s Cup leygardagin, skeyt Sámuel T. Petersen seg í fjórðingsfinaluna og bleiv samanlagt nummar sjey av 43. Jóannes Poulsen hevði trupulleikar við stillingini av siktinum, men endaði kortini saman við nógvum øðrum sum nummar 17

Sámuel T. Petersen (Mynd: Freya foto)
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Leygardagurin bleiv ein góður dagur fyri føroyska bogaskjóting í altjóða høpi, tá ungi compoundskjúttin Sámuel T. Petersen úr bogaskjótifelagnum Ørvi í Eysturoynni gjørdi bart og vann seg heilt í fjórðingsfinaluna í altjóða kappingini Veronica’s Cup í Kamnik í Slovenia.

Fjórðingsfinaluna tapti hann ímóti heimselituskjúttanum Matus Durny Jr úr Slovakia. Hesin vann síðan eisini sína semifinalu og skuldi sunnudagin skjóta um gullið í finaluhólmgonguni ímóti Shamai Yamron úr Ísrael, ið eisini telist ímillum teir bestu og bleiv nummar tvey í EM í Týsklandi fyrst í mai.

Nýtt kappingarmet
Endastøðan hjá Sámuel bleiv eitt sjeyndapláss, sum hann og italiumaðurin Manuel Sartorello býtast um, og Sámuel var, sum vera man, ógvuliga fegin um sítt góða úrslit.

- Eg kann ikki annað enn vera væl nøgdur við mítt avrik, tí eg skeyt væl – so væl, at eg setti persónligt kappingarmet, tí eg fekk 146 stig í tveimum duellum, og áðrenn tað er 145 stig tað mesta, eg havi skotið í kappingum, greiðir Sámuel frá.

Fyrra hólmgongan, har hann fekk 146 stig, var í fyrsta dystinum, har tað galt um at vinna sær pláss í sekstandapartsfinalunum. Men tað var tó um reppið, at tað ikki var nóg mikið, tí mótstøðumaðurin Arnaud Hocevar úr Luxembourg fekk eisini 146 stig. Sámuel hevði tó tamarhald á nervunum og rakti 10-aran í shoot-off, meðan hin rakti 9-aran.

Illur tapari
Dysturin, ið veruliga fekk øll at geva unga føroyinginum ans, var sekstandapartsfinalan, sum var ímóti tí vanliga krútsterka Tim Jevsnik úr Slovenia. Í innleiðandi kappingini – kvalifikasjónskappingini – mikudagin bleiv hann nummar fýra.

Men hvørki tað ella fyrimunurin av heimavølli nyttaði nakað hjá slovenanum, tá hann tapti duellina ímóti Sámuel, sum aftur hesaferð fekk 146 stig.

Tim Jevsnik fekk 144 stig, og var sjónliga misnøgdur eftir tapið.

- Hann var illur, og eg fekk ikki møguleika at taka í hondina á honum, áðrenn hann streyk avstað og út av skjótiøkinum. Eg vænti tó sjálvandi, at hann bara var illur inn á seg sjálvan, tí alt gekk rætt fyri seg, og eg rakti bara betri enn hann, sigur Sámuel.

Síðan vann hann áttandapartsfinaluna 143-139 ímóti Marko Juranic úr Kroatia, ið bleiv nummar 13 í innleiðandi kappingini mikudagin, áðrenn Matus Durny Jr steðgaði honum í fjórðingsfianluni.

Boðar frá góðum
Sámuel er ungur í bogaskjótihøpi – hann fylti 21 3. juni – so góða úrslitið í Veronica’s Cup kann boða frá góðum. Hann hevur í hvussu er víst, at hann skjótt kann vinda seg upp úr lítlum og loypa hvøkk á. Tí tað er minni enn ein mánaði síðan, at hann var við í EM uttandura í Essen í Týsklandi, og tá vóru úrslitini í lakara endanum – nummar 64 í innleiðandi kappingini og 138 stig í tí einasta dystinum, hann fekk afturat tá.

Til tað er tó at siga, at Sámuel kom við í EM-hópin í seinastu løtu vegna avboð, og tískil var rættiliga ófyrireikaður.

Leygardagin vísti hann, at tað er langt frá botnstøðinum og uppeftir – hvussu langt, kann bara tíðin vísa. Uppskriftin hjá Sámuel var einføld:

- Eg segði við Jóannes, tá vit fylgdust inn á økið, áðrenn vit skuldu skjóta, at eg ætlaði bara at skjóta tad besta, eg kundi, og meira enn tað ber ikki til at gera – sama um eg sleppi longur ella má steðga eftir fyrsta dystin, so kann eg bara orðna mítt.

Jóannes ætlaði sær meira
Jóannes Poulsen var ikki nøgdur við sítt avrik leygardagin. Hann kláraði seg annars avbera væl í innleiðandi kappingini mikudagin, tá hann bleiv nummar 10.

Tískil slapp hann beinleiðis í sekstandapartsfinalurnar og ætlaði avgjørt ikki, at tað skuldi steðga har. Men tað gjørdi tað tíverri, tá hann tapti duellina ímóti italiumanninum Paolo Pockaj 140-144.

- Eg fekk tað bara ikki at rigga í dag, og tað eri eg sjálvandi ikki nøgdur við. Men eg haldi, eg havi okkurt at arbeiða við, tí eg hevði trupulleikar við uppsetingini í dag. Eg broytti stillingina av siktinum eitt sindur til innleiðandi kappingina, tí tað var so nógvur vindur tann dagin. Í gjár fingu vit als ikki vant, tí veðrið var so ringt, og tí hevði eg ikki fingið stillað siktið aftur, áðrenn dagsins kapping. Tað ørkymlaði meg undir skjótingini í dag, men nú má eg so royna at fáa alt sett rætt upp til Grand Prix-kappingina í Kroatia.

Samanlagt endaði hann í stóra bólkinum, sum býtti 17. plássið í Veronica’s Cup.
Jóannes og Sámuel, sum báðir fingu játtað úrvalsstuðul frá ÍSF í ár, fóru eftir kappingina víðari til Poreč í Kroatia, har teir verða við í evropeisku Grand Prix-kappingini. 

[object Object]
Jóannes Poulsen (Mynd: Freya foto)

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 02. juni 2024

48 Leygardagur 08. juni 2024

Árni hevur stillað gaggurnar

Øll, sum eru fastir gestir í Gundadali, mundu vita, hvør Árni Rein var. Frá sínum fasta plássi við bandan – beint undir B36-skýlinum – var hann fastur eygleiðari til dystirnar hjá okkum

 
SkrivaÐ:

Minningarorð / B36

Týsdagin bórust tíðindini um, at Árni Rein er farin. Árni varð føddur tann 11. mai í 1948, og hann var soleiðis júst blivin 76 ára gamal.

Øll, sum eru fastir gestir í Gundadali, mundu vita, hvør Árni var. Frá sínum fasta plássi við bandan – beint undir B36-skýlinum – var hann fastur eygleiðari til dystirnar hjá okkum, og meira enn tí einu ferðina fall onkur hvøss viðmerking um, hvat var gott, og hvat kundi verið øðrvísi. Og tað sama gjørdi seg galdandi, tá hann mánamorgnar plagdi at leggja leiðina fram við B36-húsinum til pingvin-kaffi.

Tað var júst í tí konstruktiva samskiftinum, at tú kendi Árna, og soleiðis var hann eisini sum spælari.

Frá miðskeiðis í 60’unum og eini 10 ár fram, var Árni fastur fúsur á miðvøllinum á besta mansliði okkara. Her hevði hann leiklutin sum halfback – tað sum eitur 6’ari í dag – og hann var nógv virdur av liðfeløgum sínum. Hann var kanska ikki av skjótastu monnum, men tekniskt og taktiskt var Árni sera væl fyri, og gott skot hevði hann eisini. Somikið góðar vóru dygdirnar, at tað eisini rakk til nakrar landsdystir fyri Føroyar.

Av liðfeløgunum varð hann lýstur sum ein fantastiskur holdspælari, og eisini tá var hann bæði erligur og kontantur – men ongan tíð illur – tá boð skuldu gevast. Líkamikið, um tað var á vøllinum ella í skiftirúminum.

Seinastu tíðina hevur heilsan hjá Árna bilað, og nú týsdagin slóknaði hann eftir stutta sjúkralegu.

Í borgarliga lívinum uttan fyri Gundadal starvaðist Árni í fleiri ár sum stjóri á Brunatryggingini, og í nógv ár stjórnaði hann eisini Heilbrigdinum á Velbastað.

Árni varð giftur Hervør Heinesen, og saman høvdu tey Richard, Johnny og Simonu. Eisini er Árni pápi at Jón.

Friður verði við minninum um Árna Rein.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 05. juni 2024

49 Leygardagur 08. juni 2024

Konfirmantar í Nólsoyar kirkju sunnudagin

-

(Mynd: Evy Toftegaard Nielsen)
SkrivaÐ:

Innsent

Sunnudagin klokkan 11 verður konfirmatión í Nólsoyar kirkju. Prestur er Anne Mette Greve Klemmensen, og konfirmantarnir tveir í tali:

Debes Hansen. Opið hús á Válagøtu 14 frá kl 16

Markus Kjartansson Niclasen. Opið hús í missiónshúsinum frá kl 13.30


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 03. juni 2024