Lat aftur Yvirlit list articles in edition

Leygardagur 27. juli 2024 | Nr. 30 | Árgangur 5 | Kr. 0,00

Ása og Strákur ríða fremst í ólavsøkuskrúðgonguni

SíÐa 35

1 Leygardagur 27. juli 2024

Góðan lesihug og góða ólavsøku

Nýggj útgáva hvønn leygarmorgun kl. 7

Oddagrein

Ákærin vs. brotsmanninum

Spenningurin fram móti forsetavalinum í USA tóka eina avgerandi vend farna sunnudag, tá sitandi forseti, 81 ára gamli Joe Biden kunngjørdi, at hann kortini ikki stillar upp til forsetavalið, hóast hann væl og virðiliga hevur vunnið undanvalini hjá demokratunum.

Í fyrstu atløgu nevndi hann einki um hvønn hann mælti til skuldi koma ístaðin fyri hann, men løtu seinni komu boðini, at hann stuðlaði varaforseta sínum, Kamelu Harris.

Síðan hevur Kamela Harris fingið dyggan stuðul frá so at siga øllum framstandandi demokratiskum politikarum, og ongin ivi man vera um, at tað nú verður hon, ið verður kosin til forsetavalevni á demokratiska konventinum í august.

Við hesum er valstríðið knappliga vent á høvdið, og áhugavert er eisini, at republikanski flokkurin nærum hevur verið passivur í eina viku uttan mótvápn móti nýggja demokratiska mótvalevninum.

Eisini undarligt, at veljarakanningarnar ikki hava gagnað Trump, hóast morðroynd og eitt konvent har fagnaðurin annars tyktist ovurstórur.

Jú, demokratarnir hava arbeitt væl við at fáa Biden at leggja frá sær, so at høvuðsvápnið hjá Trump – at mótvalevnið er ein alt ov gamal maður – nú verður vent beint ímóti honum sjálvum.

Demokratisku spunasmiðirnir hava eisini dugað at gera valstríðið til ein spurning um at bjarga USA sum eitt fólkaræði og eitt stríð fyri frælsi. Tí republikanararnir vilja – sambært demokratunum – taka frælsið frá amerikanska borgaranum, eitt nú við at ógilda sokallaða Roe v. Wade avgerðina í hægstarætti, sum tryggjar kvinnum við barn rættin at velja abort.

Kanska ikki so nógv øðrvísi enn tað, sum Biden hevur ført fram. Men røddin Kamalu Harris er munandi greiðari og klárari.

Vit, sum á ongan hátt eru innarlaga í demokratiska flokkinum í USA, undra okkum tó yvir, hvussu tað ber til, at mrs. Harris, hóast hon hevur sitið sum varaforseti (fyrsti kvinnuligi í USA) í eitt valskeið, nærum ikki hevur verið at hoyrt ella sæð. Hevur verið so fjald, at illgruni var um, at demokratarnir ikki høvdu tiltrúgv til hana. Men nú er hon knappliga gjørd til ta stóru politisku opinberingina.

Og hetta gevur vón til okkum, sum veruliga óttast fyri, at ein sjálvsøkin antidemokratur (aftur) skal setast í heimsins valdmiklasta embæti.

Nú verður valstríðið ístaðin millum fyrrverandi almenna ákæran og fyrrverandi forsetan, sum júst er dømdur fyri nøkur og tredivu lógarbrot, ‘the prosecutor vs. the felon’. Onkursvegna setir tað tingini í perspektiv. Tí tað er júst tað, sum amerikanska valið snýr seg um – eitt val millum tey, ið seta sítt álit á lóggávuvaldið og tey, sum tykjast vilja bróta tað niður. Spennandi verður.


SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

  • Blaðið

    Stovnað 2020

    Útgevari: Knassar

    Upplag: 2043

    Lisnar síður: 6520

    Dagført 10. hvørt sekund
  • Samband

    tel. 20 80 80

    [email protected]



    Ingi Samuelsen

    Redaktørur

    [email protected]

    tel. 22 22 73


  • Borgar Kristiansen

    Lýsingarráðgevi

    [email protected]

    tel. 23 66 01

2 Leygardagur 27. juli 2024

Marjun W. Thomassen stjóri á Landsverki

Marjun Weihe Thomassen er 49 ára gomul, er útbúgvin búskaparfrøðingur og limur í búskaparráðnum

 
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Dennis Holm, landsstýrismaður við samferðslumálum, hevur sett Marjuna Weihe Thomassen í starv sum stjóri á Landsverki.

Marjun Weihe Thomassen er 49 ára gomul, er útbúgvin búskaparfrøðingur og limur í nevndini í Landsbanka Føroya og í Búskaparráðnum.

Aftan á lokna útbúgving var Marjun í starvi sum fulltrúi í Landsbankanum og síðani sum ráðgevi í BankNordik innan íløgur. Frá 2012 til 2023 var Marjun fíggjarleiðari á Bústøðum.

Í oktober 2023 byrjaði Marjun sum fíggjarleiðari á Landsverki, og síðani februar 2024 hevur hon verið virkandi stjóri á Landsverki.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 25. juli 2024

3 Leygardagur 27. juli 2024

Yvir 12 milliardir útgoldnar í lønum seinasta árið

Í tíðarskeiðnum juli 2023 til juni 2024 vórðu útgoldnar nærum 700 milliónir meira í A-skattaðum lønum enn undanfarna tíðarskeið

(Savnsmynd)
SkrivaÐ:

Alda Nielsdóttir

Í tíðarskeiðnum juli 2023 til juni 2024 vórðu 12,4 milliardir krónur útgoldnar í A-skattaðum lønum í Føroyum.

Tað er ein vøkstur á nærum 700 milliónir ella 5,8 prosent, skrivar Hagstovan.

Menninir áttu umleið 60 prosent - 7,6 milliardir - og kvinnurnar 40 prosent - 4,7 milliardir - av samlaðu lønunum seinastu tólv mánaðirnar.

Vøksturin hetta tíðarskeiðið var tó størri hjá kvinnum enn hjá monnum samanborið við undanfarnu tólv mánaðirnar. Vøksturin var 7,7 prosent hjá kvinnum og 4,6 prosent hjá monnum.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 20. juli 2024

4
Leygardagur 27. juli 2024

KJ umvælt dekskrana á Polar Princess

Tað skuldi berast skjótt at við umvælingini sum var gjørd farna fríggjadag

(Mynd: KJ)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Farna fríggjadag umvældu mekanikarar hjá KJ dekskranan á grønlendska skipinum Polar Princess.

Polar Princess er heimahoyrandi í Nuuk, og tað er Polar Seafood í Grønlandi sum eigur skipið. Stutt um skipið kann sigast at tað er bygt á Orskov Yard í Fredrikshavn í Danmark í 2000, og tað er 87 metrar langt, 15 metrar breitt og hevur eina bruttotonasju á 3.787 tons.

Polar Princess kom inn á Kollafjørð frá fiskiskapi fríggjamorgunin 19. juli, og síðani skuldi berast skjótt at við umvælingini. Svingkransurin og svinggearini skuldu skiftast á dekskrananum, og tí var neyðugt at lyfta 12 tons tunga dekskranan av pedistalinum ímeðan arbeiðið varð gjørt. Hetta varð gjørt við tveimum stórum Palfinger kranum. Ein triði Palfinger krani varð brúktur til at lyfta svingkransin og aðra útgerð umborð. Umframt hetta var vóru allir ventilar á dekskrananum skiftir og annað viðlíkahald eisini framt umborð á skipinum. 

Eftirlitsmaðurin hjá Polar Seafood, sigur, at "arbeiðið gekk sera væl, og vit eru sera væl nøgdir við tænastuna frá KJ. Tað tók áleið 10 tímar at umvæla dekskranan, og skipið loysti av Kollafirði áleið kl. 19 fríggjakvøldið".

[object Object]

[object Object]

[object Object]

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 22. juli 2024

5

Størv

Stjóri til nýtt altjóða sølufelag

Meira Umsóknarfreist: 16. desember 2024

KT-mennari við royndum til Føroya Tele

Meira Umsóknarfreist: 08. desember 2024

Tannrøktari ella klinikkatstøðingur til Boyla

Meira Umsóknarfreist: 30. desember 2024

Sølufólk til Byggivinnuna

Meira Umsóknarfreist: 16. desember 2024

Løgfrøðingur til Fiskivinnu- og samferðslumálaráðið

Meira Umsóknarfreist: 01. januar 2025

Roðin søkir eftir heilsurøktara til sambýlið Vesturskin á Toftum

Meira Umsóknarfreist: 12. desember 2024

Programmsamskipari til Landssjúkrahúsið

Meira Umsóknarfreist: 12. desember 2024

Ráðgevi til Sansir

Meira Umsóknarfreist: 15. desember 2024

Administrativ medarbetare till Nordisk Kulturfonds sekretariat i Köpenhamn

Meira Umsóknarfreist: 08. desember 2024

Deildarleiðari til heimatænastuna í Roðanum

Meira Umsóknarfreist: 15. desember 2024

Landmátingsteknikari til Munin

Meira Umsóknarfreist: 10. desember 2024

Kundaráðgevi til Betri Pensjón

Meira Umsóknarfreist: 05. januar 2025
6 Leygardagur 27. juli 2024

Maskinmeistarar hjá landinum fáa trý ára sáttmála

Karmurin er tann sami, sum hjá hinum feløgunum á almenna arbeiðsmarknaðinum, men tað eydnaðist Maskinmeistarafelagnum at fáa nýggjar eftirlønargevandi viðbøtur fyri leiðslu og serliga ábyrgd við í semjuna um nýggjan sáttmála fyri maskinmeistarar á landi

Jan Mortensen, stjóri á Lønardeildini í Fíggjarmálaráðnum, vinstrumegin, og Arnfinn Bech, formaður í Maskinmeistarafelagnum
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Seinasta fríggjadag skrivaðu Maskinmeistarafelagið og Fíggjarmálaráðið undir semju um nýggjan tríára sáttmála fyri alment settar maskinmeistarar á landi.

Sáttmálin kemur í staðin fyri tann, sum gekk út 30. september 2022, og sjálvur lønarkarmurin er tann sami, sum hjá hinum feløgunum á almenna arbeiðsmarknaðinum, ið seinastu mánaðirnar hava endurnýggjað sínar sáttmálar.

Sostatt hækka lønirnar við 3,8 prosentum fyrsta árið, galdandi frá 1. oktober 2022, við 4,2 prosentum næsta árið, galdandi frá 1. oktober 2023, og 1. oktober í ár hækka lønirnar við 4,75 prosentum.

Týðandi batar
Tó at karmurin er hin sami sum hjá hinum feløgunum, er tað eydnast at fáa týðandi batar á annan hátt, eitt nú nýggjar viðbøtur fyri leiðandi arbeiði og arbeiði við serligari ábyrgd. Hesar nýggju viðbøturnar skulu harafturat teljast við í grundarlagið undir eftirlønini, og tað er eitt, sum Arnfinn Bech, formaður í Maskinmeistarafelagnum, er serliga fegin um.

- Tað er kanska tað størsta framstigið fyri okkum í hesi semjuni, tí fyri okkara part ræður tað um at fáa so nógv sum gjørligt av øllum slagi av løn og samsýningum at vera eftirlønargevandi. At tað eisini er eydnast at sannføra mótpartin um tað skilagóða í hesum, er sjálvandi ein vinningur í aktuellu semjuni, men ikki minst hevur tað stóran prinsipiellan týdning frameftir, sigur Arnfinn Bech, formaður í Maskinmeistarafelagnum.

Við í semjuni er eisini eitt protokollat, har partarnir eru samdir um at endurskoða og møguliga dagføra lønartalvuna og viðbøturnar.

- Eisini her er talan um eitt rættiliga prinsipielt framstig, tí mótparturin ásannar, at tað ber til at viðgera og broyta upp á eitt nú flokkingar, ið møguliga eru skeiklaðar, í sjálvum sáttmálaskeiðnum, sigur Arnfinn Bech. Hann rósar samráðingartoyminum hjá Fíggjarmálaráðnum fyri at hava víst góðan vilja at røkka semju í samráðingunum.

Sáttmálarúgvan minkar
Nú semja er um sáttmálan fyri alment settar maskinmeistarar á landi, er bert ein sáttmáli millum Maskinmeistarafelagið og Fíggjarmálaráðið eftir at fáa undir land – tað er sáttmálin fyri maskinmeistararnar hjá Vørn, og tær samráðingarnar byrja beint eftir summarfrítíðina.

Til alt hetta sáttmálasamráðingarumfarið hoyrir tó eisini sáttmálin við Kommunala Arbeiðsgevarafelagið, KAF, fyri SEV og IRF. Samráðingarnar um tann sáttmálan slitnaðu 5. juli, og semingsmaðurin bleiv boðsendur. Vegna summarfrí fer semingin tó ikki í gongd fyrr enn eftir ólavsøku.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 20. juli 2024

7 Leygardagur 27. juli 2024

Fagna ymiskleikanum í dag

Eitt av teimum stóru tiltøkunum verður í Havn í dag, árliga Faroe Pride

(Savnsmynd: Olaf Olsen)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Aftur í ár er Havnin vertur fyri árliga Faroe Pride skrúðgonguna, sum verður hildin í dagfrá klokkan 16 til 18.

- Hetta er ein dagur, har ymiskleiki og javnrættindi eru í hásæti, og LGBT+ Føroyar bjóðar øllum at luttaka í hesum gleðiliga hátíðarhaldi, har vunnin rættindi verða fagnað, og sjóneykan verður sett á manglandi rættindi og somuleiðis á haturstalu, siga fyriskipararnir.

Dagurin byrjar við upphiting kl. 15 í Gundadali. Her verður ymiskt á skránni, eitt nú andlitsmáling, tónleikur og dansur. LGBT+ Føroyar hevur sølubás, har møguleiki verður at keypa alskyns ælabogafløgg og -lutir. Eisini fer Danny Baldursson at syngja nøkur løg.

Eftir upphitingina verður gingið oman á Vaglið, har nakrir av Føroya bestu tónleikarum fara at framføra. Skráin fyri ársins Faroe Pride er eins fjølbroytt sum undanfarnu árini. Tey, sum spæla, eru: 

Jens Marni - Ein av okkara mest elskaðu sangarum, Jens Marni, fer at seta lív í Vaglið við sínum savnandi løgum og sterku rødd.

Gówa - Vinnarin av ársins Sement-kapping. Gówa hevur víst seg at vera eitt av teimum mest spennandi nýggju nøvnunum innan fyri føroyskan tónleik, og er hetta eitt serstakt høvi at hoyra tey live.

Sissal Jo - Við nýggjum staklagi á marknaðinum er Sissal Jo ein sangarinna, ið hevur fingið stóra undirtøku. Hennara nýggjasta útgáva hevur longu vakt ans, og hon fer uttan iva at geva eina minniliga framførslu.

Aggrasoppar - Kend fyri teirra serstaka og orkumikla stíl fara Aggrasoppar at fáa fjøldina at hoppa og dansa við sínum eksperimenterandi og fangandi tónleiki.

Joe and the Shitboys - Punk-bólkurin við sínum kraftmikla ljóði og speirekandi tekstum og yndisbólkurin hjá Iggy Pop. Joe and the Shitboys eru kendir fyri teirra lívligu framførslur, sum altíð fáa fjøldina at kóka.

- Vertur fyri Faroe Pride í ár verður hin karismatiska, speiandi og eldhugaða Cecilia Jacobsen. Cecilia fer eisini at halda ársins røðu, har hon fer at leggja dent á týdningin av javnrættindum fyri tvørkynd og eitt tolsamari samfelag. Við sínum beinraknu og hjartanemandi orðum fer hon at skapa eina serstaka løtu fyri øll, sum eru til staðar, siga fyiskipararnir.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 26. juli 2024

8 Leygardagur 27. juli 2024

Hiddenfjord tikið Føroya størstu sólorkulund í nýtslu

828 sólpanel, sum tilsamans hava ein framleiðslumátt upp á 343 kW. Ársframleiðslan svarar til árligu streymnýtsluna hjá 40 føroyskum húsarhaldum

(Mynd: Hiddenfjord)
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Seinastu mánaðirnar hevur verið arbeitt við at leggja sólpanel á tekjurnar á tveimum bygningum á smoltstøðini á Fútakletti. Talan er um 828 sólpanel, ið tilsamans hava ein framleiðslumátt á 343 kW. Ársframleiðslan væntast at vera um 200.000 kWt, ið svarar til árligu streymnýtsluna hjá 40 føroyskum húsarhaldum.

Á sumri í 2022 varð somuleiðis tendrað fyri einum 195 kW sólorkuverki á landstøðini hjá Hiddenfjord á havnalagnum í Miðvági. Tað annleggið hevur eina árliga framleiðslu svarandi til árligu elnýtsluna hjá 25 húsarhaldum.

Sólorka sum týðandi partur í grøna orkuskiftinum
Í orku- og veðurlagspolitikkinum hjá landinum stendur, at stórur tørvur er á sólorku, um málið um 100 prosent grøna elframleiðslu í 2030 skal røkkast, og tørvur verður á 60 MW av sólorkuverkum í Føroyum.

Sjúrður Ferjá varð í 2022 settur í starv sum orkumennari hjá Hiddenfjord. Hann hevur fakligu ábyrgdina av grøna orkuskiftinum hjá Hiddenfjord, bæði tá ið talan er um framleiðslu av grønari orku úr eitt nú sól og vindi, og í sambandi við umlegging til grøna orkunýtslu.

- Sólpanel á tekjum, ið venda suðureftir framleiða mest av orku úr sól. Men av tí at Hiddenfjord ynskir at viðvirka til at skaffa hagtøl og vitan um sólorkuframleiðslu í Føroyum, hava vit tilvitað valt at leggja sólpanelir og allar síður – eisini norðursíðuna, sigur Sjúrður Ferjá.

Sólorka og burðardygd
At nýta sólorku er enn ein liður í arbeiðinum hjá Hiddenfjord at gerast uppaftur meira burðardygg.

- Vit leita alla tíðina eftir burðardyggum loysnum á landi og á sjónum. Vit vilja virka í samljóði við náttúruna, og tað er okkara ábyrgd at hugsa og virka á ein burðardyggan hátt í øllum okkara virksemi. Sólorka er ein fortreyt fyri at el-framleiðslan verður 100 prosent úr varandi orkukeldum. Hetta, tí at sólorkan fyllir holið í el-framleiðsluni tá vindurin ikki blæsur, og lítið er av avfalli. Vit eru spent at síggja, hvussu hetta fer at hilnast, sigur Atli Gregersen, stjóri.

- Ein annar fyrimunur við sólpanelum er, at tey hava eitt sera lítið inntriv í náttúruna og umhvørvið, um tey vera løgd á verandi bygningar. Vit í Hiddenfjord síggja tí tekjur sum eitt ónýtt tilfeingi.

Fleiri sólorkuverk á veg
Eftir summarfrítíðina verður farið undir at seta upp næsta sólorkuverkið á smoltstøðini á Fútakletti, sum verður heili 620 kW.

Elveitingarlógin varð broytt í mai 2024. Nú ber til at seta sólorku upp til egna nýtslu og verður hetta annleggið tí knýtt í innan fyri elmálaran, soleiðis at streymurin kann nýtast beinleiðis í smoltframleiðsluni.

Við hesum annlegginum fer samlaði framleiðslumátturin úr sólorku hjá Hiddenfjord upp um 1 MW. Tá framleiðir felagið orku svarandi til 140 húsarhald.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 22. juli 2024

9 Leygardagur 27. juli 2024

SEV: Elorkan góð 58 prosent grøn fyrra hálvár

Í Suðuroy var elframleiðslan 100 prosent grøn í tilsamans 72 samdøgur, meðan elframleiðslan í meginøkinum lá omanfyri 80 prosent grønt í tilsamans 44 samdøgur, sigur elfelagið

(Savnsmynd: Jan Müller)
SkrivaÐ:

Alda Nielsdóttir

Elframleiðslan í fyrru hálvu av 2024 hevur hilnast væl. Býtið er 58,2 prosent varandi orka og 41,8 prosent termisk orka fyri alt landið, og framgongd er bæði í vind- og vatnorkuframleiðsluni, skrivar SEV í tíðindaskrivi.

Hetta er triðja árið á rað, at framleiðslan úr varandi orkukeldum er økt, meðan framleiðslan úr termiskari orku er fallandi í fyrra hálvári.

Framleiðslan úr varandi orku var 135,7 GWt, sum er met fyri grøna orku í fyrra hálvári, meðan framleiðslan úr olju kom upp á 97,5 GWt.

Higartil mesta framleiðsla við olju í fyrra hálvári var í 2021, tá framleiðslan var heilar 121,2 GWt. Sostatt eru framleiddir góðir 24 GWt færri við termiskari orku higartil í ár, samanborið við 2021. Tað svarar til umleið 5000 tons ella nærum ein heilan tangabát av tungolju, sum eru spardir higartil í ár, skrivar elfelagið.

Tað er serliga vindorkan, sum hilnast væl, og heilir 73 GWt vóru framleiddir við vindi fyrra hálvár í mun til 58 GWt somu tíð í 2023. Eisini vatnorkan hevur roynst væl við 58,5 GWt sum er 12 prosent meira enn fyrra hálvár í fjør við 52 GWt.

Í meginøkinum var elframleiðslan yvir 80 prosent grøn í tilsamans 44,5 samdøgur, og 100 prosent grøn í eitt lítið samdøgur (0,91).

Í Suðuroy hevur framleiðslan í fyrru hálvu verið 64 prosent grøn og 36 prosent termisk. Elframleiðslan var 80 prosent grøn í tilsamans 88.9 samdøgur, og 100 prosent grøn í tilsamans 72.6 samdøgur.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 22. juli 2024

10
Leygardagur 27. juli 2024

Tvær høvuðsbroytingar í nýggju makrelkunngerðini

Makrelkvotan er nú endalig ásett á 98.708 tons. Í mesta lagi 12 føroysk skip kunnu royna í norskum sjógvi í senn, og umsókn skal sendast til Vørn um hetta, áðrenn juli er av

Eru fleiri enn tólv skip, sum søkja, verður lutakast millum innkomnu umsóknirnar um raðfylgjuna at sleppa í norskan sjógv at royna eftir makreli (Savnsmynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

Fiskivinnu- og samferðslumálaráðið hevur á heimasíðu sínari lýst kunngerð um broytingar í makrelkunngerðini. Í kunngerðini eru tvær høvuðsbroytingar.

Onnur er, at kvotutølini verða dagførd, nú endaliga føroyska makrelkvotan í 2024 upp á 98.708 tons er ásett. Kvotutølini hava higartil verið fyribils.

Hin broytingin eru ásetingar um at skipa atgongdina hjá føroyskum skipum at fiska makrel í bretskum sjógvi og norskum sjógvi í 2024.

Føroyar hava gjørt avtalu við Bretland og Noreg, at vit kunnu fiska ein part av okkara makrelkvotu inni hjá teimum. Tað eru, sum vera man, ymiskar avmarkingar.

- Eftir avtaluni við Noreg kunnu í mesta lagi 12 føroysk skip royna eftir makreli í norskum sjógvi í senn, skrivar fisk.fo.

Tí skulu skip, sum ætlað sær í norskan sjógv at fiska makrel, søkja Vørn um loyvi. Hetta skal gerast í seinasta lagi 31. juli 2024 klokkan 12.

Eru fleiri enn tólv skip, sum søkja, verður lutakast millum innkomnu umsóknirnar um raðfylgjuna at sleppa í norskan sjógv. 

Kunngerðin sæst HER

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 23. juli 2024

11
Leygardagur 27. juli 2024

Lítil vitan um hvalspýggju í føroyskum sjógvi

GLOBECC er ein verkætlan, sum skal leggja grundarlagið undir eftirliti við lívfrøðiliga margfeldinum hjá hvalspýggju í føroyskum sjógvi

 
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Skaðiligar hvalspýggjur eru ein vaksandi avbjóðing fyri alivinnuna í grannalondunum Noregi og Skotlandi, og veðurlagsbroytingarnar hótta bæði við at økja um títtleikan og álvarsemi av hesum blóman av hvalpýggja í Norðuratlantshavi.

Men sera lítil vitan er um hvalspýggju í føroyskum sjógvi. Hvørji sløg eru til staðar? Hvør er teirra útbreiðsla og lívsringrásir? Er hetta broytt við tíðini?

GLOBECC (Gelatinous Lifeforms in farOese waters: Biodiversity, Regional Connectivity, and Capacity building) fer at leggja grundarlagið undir at svara hesum týðandi spurningum. Undir leiðslu av Dr. Amandu Vang, deildarleiðara á Firum, dregur GLOBECC úr einum fjøltáttaðum toymi av føroyskum og norskum granskingarsamstarvsfeløgum, umframt vinnulívssamstarvi.

Tvey ára verkætlanin fer at nýta verandi havgranskingarkanningar frá Firum, Havstovuni, eftirlitsátøk frá Bakkafrost og borgaravísindaligum verkætlanum hjá Sjósavninum.

Eitt aðalmál við verkætlanini er at stovna fyrsta tilvísingar datagrunnin fyri føroyska hvalspýggju. Hesin dátugrunnurin verður settur saman av mikroskopmyndum og DNA-greining av hvalspýggju, sum verða savnaðar undir verkætlanini. Síðani verður dátugrunnurin nýttur til at sniðgeva genetiskar kanningar til at eyðmerkja háváða verur sum amboð til føroysku aliumsitingina.

Eitt annað endamál er at skapa grunddátur, sum kunnu nýtast til at fylgja við arvabroytingum hjá hvalspýggju bólkur, sum eru tengdar at nærhendis og alheims veðurlagsbroytingum.

Vitanar deiling er ein avgerandi súla í GLOBECC og tí eru fleiri verkstovur settar á skrá til tess at uppbyggja føroyskan førleika í gelatinøsari djóraplanktontaksonomi og styðja undir havumsiting gjøgnum almenna vísindi.

Verkætlanin er fíggjað av Granskingarráðnum og samstarvsstuðli.

Verkætlanarsamstarvsfelagar:
Føroyar: Firum (verkætlanarleiðari), Havstovan, Heilsufrøðiliga Starvsstovan, Sjósavnið, Bakkafrost
Noreg: Universitetsmuseet i Bergen, Havforskningsintituttet
Skotland: Bakkafrost

Tíðindaskriv fráFirum

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 21. juli 2024

12 Leygardagur 27. juli 2024

Reisigildi fyri svimjihøllini við Løkin

Nógv fólk var komið saman í góðveðrinum í Runavík tá reisigildi var í nýggju svimjihøllini

(Mynd: Ólavur Frederiksen / Runavíkar kommuna)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Týsdagin var reisigildi í Runavík í nýggju svimjihøllini, sum verður bygd upp í Bylgjuna norðureftir.

Nógv fólk varð komið saman í góðveðrinum.

Eftir ætlan stendur svimjihøllin liðug um eitt ár.

[object Object]

[object Object]

Ólavur Frederiksen tók myndirnar fyri Runavíkar kommuna.

Fleiri myndir her

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 23. juli 2024

13 Leygardagur 27. juli 2024

Býarmynd í nýggjum hami

Umhvørvið rundan um og sjálvt Kongaminnið er umvælt

(Mynd: Tórshavnar kommuna)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Í vikuni var lítil samkoma við Kongaminnið í Havn fyri teimum, sum hava umvælt bæði umhvørvið og sjálvt Kongaminnið.

Borgarstjórin greiddi frá, at Kongaminnið varð reist sum eitt minni um fyrstu donsku kongavitjanina í Føroyum, tá Kristian IX kongur vitjaði beint undan ólavsøku í 1874 - fyri 150 árum síðan.

Kristian IX kongur kom á land niðri á Kongabrúnni við Eystaruvág, sum varð bygd júst til hetta sama høvið. So Kongabrúgvin fylti eisini 150 um dagarnar.

Kongur bleiv fagnaður við heiðursportri, fløggum og miklum lógvabrestum av havnafólkum, sum vóru komin oman at uppliva hesa hátíðarligu og søguligu hending.

Borgarstjórin í Havn, sum um tað mundið var Andreas Lützen, var sjálvandi eisini komin oman at taka ímóti kongi.

Hetta skuldi tó vísa seg at gerast ein sorgarleikur, tí borgarstjórin var so spentur, at hann fekk ein hjartatilburð ímeðan hann helt hátíðarrøðuna, og søgan sigur, at hann doyði á staðnum í ørmunum á kongi.

Kongur fekk so ringa samvitsku av hesum, at hann á hvørjum ári lat eina stóra peningagávu til eftirsitandi familjuna hjá Lützen borgarstjóra, so leingi kona hansara livdi.

Minnismerkið, sum vit í dag rópa “Kongaminnið” varð reist í 1882 sum minni um vitjanina. Tað var navnframi grótlaðarin, Jákup Andreas Arge, vanliga nevndur “Jampan”, sum saman við øðrum frægum monnum stóð fyri hesum arbeiðinum.

Hetta framúr vakra og neyva steinlaðingararbeiðið síggja vit eisini aftur í øðrum av tí, sum Jákup Andreas Arge hevur laðað, sum t.d. gamla Sparikassan í miðbýnum í Havn og Ráðhúsið á Vaglinum.

Tað, sum eyðkennir staðið, har Kongaminnið er reist, er tað framúr góða útsýnið oman yvir miðbýin.

Tað hevur verið greitt, at Kongaminnið seinastu tíðina hevur havt ymsar ábøtur og broytingar fyri neyðini, soleiðis at fólk kunnu halda fram at njóta hendan vakra blettin og útsýnið yvir býin.

Og nú ætlanin var, at Fríðrikkur kongur skuldi vitja, varð avrátt at gera hesar ábøtur. Kongavitjanin varð útsett til næsta ár, men umvælingararbeiðið er kortini gjørt.

[object Object]

[object Object]

[object Object]

(Myndir: Tórshavnar kommuna)


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 23. juli 2024

14 Leygardagur 27. juli 2024

Spakin settur í til íbúðarverkætlan í Leirvík

Nú verður farið undir grava og gera byggibúgvið

Umboð fyri Spf. Mai 24, umframt borgarstjóran og formannin í byggi- og býarskipanarnevndini í Eysturkommunu, vóru við til at seta spakan í (Mynd: Eysturkommuna)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Mánadagin varð spakin settur í til íbúðarverkætlanina hjá Spf. Mai 24, har byggjast skulu íbúðir í einari og tveimum hæddum.

Talan er um íbúðarøkið í nýggjasta partinum av útstykkingini í Fløtugerði í Leirvík, skrivar Eysturkommuna á heimasíðuni.

Arbeiðið at projektera og fáa til vega byggiloyvi hevur gingið væl, og nú spakin er settur í, verður farið undir at grava og gera byggibúgvið alt fyri eitt. Eftir ætlan fer arbeiðið at taka umleið tvey ár.

Tað er fyritøkan Spf. Mai 24, ið eigur verkætlanina og kemur at standa fyri allari bygging. Kommunan leingir um vegin við umleið 50-70 metrum, fyri at betra um atkomumøguleikarnar.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 23. juli 2024

15 Leygardagur 27. juli 2024

Franski sendimaðurin fyri pólarnar og maritima økið vitjaði

Dennis Holm, landsstýrismaður, hevði í vikuni vitjan av Olivier Poivre d’Arvor, franska sendimanninum fyri pólarnar og maritima økið

Dennis Holm og Olivier Poivre d’Arvor
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Hósdagin hevði Dennis Holm, landsstýrismaður, vitjan av Olivier Poivre d’Arvor, franska sendimanninum fyri pólarnar og maritima økið. 

Olivier Poivre d’Arvor er í hesum døgum við fylgi í Føroyum fyri at kunna seg um føroysk viðurskifti viðvíkjandi maritima økinum og at umrøða mál av felags áhuga, og seinnapartin vitjaði Olivier Poivre d’Arvor í Fiskivinnu- og samferðslumálaráðnum.

Dennis Holm, landsstýrismaður, hevði í samband við vitjanina framløgu um føroysk fiskivinnuviðurskifti og um viðurskifti við atliti at maritima og arktiska økinum. Marita Rasmussen, stjóri á Havstovuni, hevði framløgu um havgranskingina á Havstovuni, sum eisini er eitt av evnunum, sum hevði stóran áhuga hjá franska sendimanninum fyri pólarnar og maritima økið.

Á vitjanini nýtti Olivier Poivre d’Arvor høvið at bjóða landsstýrismanninum við til ST-ráðstevnuna um havið, sum verður í Nice í juni mánaði komandi ár.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 26. juli 2024

16 Leygardagur 27. juli 2024

Fimm ára búnað whisky úr Klaksvík

Nýggjasta útgávan frá Einar's Distillery ber heiti Skúgvurin

 
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Einar's Distillery hevur búnað og tappað fimm ára gamalt whisky. Nýggjasta útgávan ber heiti Skúgvurin.

Megin og dirvið frá hesum fugli sæst aftur í styrkini, ið er fatstyrki á 59,5 % vol. Gyltu droparnir eru tappaðir beint av fatinum, CASK strength, uttan at verða tynt. 

Skúgvurin er ein av naskastu fuglunum, ið vit hava í Føroyum. Smakkiupplivingin av Skúgvinum er eisini kraftmikil. Talan er um búnað whisky, ið hevur ligið á tunnum og er lagrað í meira enn fimm ár.

Brenningin á Einar's Distillery og búningin á útvaldum sherry- og bourbon føtum mitt í Norðuratlantshavi ger Einar's Whisky til nakað serstakt.

Ein kompleks, balanserað single malt frá Einar's Distillery er farin á flog.

Serfrøðingar geva Skúgvinum góð ummælið - ein av kendu ummælarunum sigur, at hendan útgávan bæði undirheldur og imponerar – well made, it both entertains and facinates in equal measures, verður sagt.

Skúgvurin fæst til keyps á flogvøllinum og í Rúsdrekkasølu Landsins.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 25. juli 2024

17
Leygardagur 27. juli 2024

Íslendsk skip velja MEST

Í seinastuni hava fleiri og fleiri íslendsk skip valt at fáa gjørt teirra umvælingar á MEST

 
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Í løtuni eru trolarnir Gullver úr Seyðisfirði og Ljósafell úr Fáskrúðsfirði á MEST, og fyrr í vár vóru uppisjóvarskipini Jón Kjartansson og Aðalsteinn Jónsson úr Eskifirði eisini til ymiskt umvælingararbeiði á MEST.

Talan eru um ymiskt viðlíkahalds- og umvælingararbeiði sum eitt nú: motorumvælingar, aksiltrekk og onkur hevur vaskað og málað botn og zink. Ymiskar aðrar umvælingar eru eisini gjørdar.

Onnur føroysk skip, Jákup Sverri, Hoyvík, Brimil, Thor og Kópasteinur hava eisini valt ólavsøkutíðarskeiðið at fáa gjørt umvælingar. Nøkur eru um at verða liðug og onnur júst komin.

[object Object]

[object Object]

[object Object]

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 24. juli 2024

18 Leygardagur 27. juli 2024

Pole Hansen nýggjur leiðari fyri ítróttaanlegg

59-ára gamli strandingurin við fjølbroyttu royndunum tekur við starvinum í høvuðsstaðarkommununi 1. august

Heini Gaard, mentanarleiðari, Pole Hansen, nýggjur leiðari fyri ítróttaanlegg, Heðin Mortensen, borgarstjóri, og Hermann Mortensen, trivnaðarstjóri (Mynd: torshavn.fo)
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

Tórshavnar kommuna hevur sett ein nýggjan leiðara fyri ítróttaanlegg, sum millum annað tekur sær av ymiskum hallum í kommununi. Talan er um Pola J. Hansen.

Heimasíðan torshavn.fo skrivar, at Pole tekur við starvinum frá 1. august at rokna.

Pole er 59 ára gamal, er ættaður av Strondum og býr í Hoyvík. Hann hevur fjølbroyttar útbúgvingar og royndir: Pole er skipsførari, maskinsmiður, intruktørur í fyrstuhjálp, innsatsleiðari og hevur undirvíst á Vinnuháskúlanum seinnu árini.

- Gjøgnum mong ár hevur Pole verið virkisleiðari á fleiri flakavirkjum. Eisini hevur hann sitið sum limur í bygdarráðnum í Sjóvar kommunu í 16 ár. Og eisini hevur hann verið bæði íðkari og venjari í nógv ár.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 23. juli 2024

19 Leygardagur 27. juli 2024

Men størst av øllum er Eivør

Væleydnaður festivalfríggjadagur í Syðrugøtu

(Mynd: Jens Kr. Vang)
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

Nakrir dropar av sirmi órógva ikki lagið í Syðrugøtu tá G! Festivalur er. Bara tað ikki er vindur.

Tí gjørdist annar dagurin á G! eisini væleydnaður, hóast onkur fekk karm.

Tónleikaliga lyftist støðið eisini henda fríggjadagin í mun til kvøldið fyri.

Festivalurin borðreiddi við nøkrum av tí besta, sum føroyski tónleikapallurin kann bjóða, byrjað við Plúmm, Knút Eysturstein, Daniu O. Tausen og Eivør, og endað við Hamferð og Aggrasoppum.

[object Object]

Størst av øllum

Men størst av øllum er Eivør.

Hóast hon er og hevur verið fastur gestur á G!, so er Eivør eitt ‘mást’ hvørjaferð. Tað sást á stóru fjøldini, sum var til konsertina hóast lutfalsliga tíðliga. Tað var greitt, at eisini tey, sum hugnaðu sær kring nátturðaborðini við hús í Syðrugøtu høvdu brotið veitsluna av fyri at uppliva tað dýrmætasta, sum bygdin kann bjóða.

Sí allar myndirnar frá fríggjadegnum

Og tað gjørdist eisini ein frálík konsert. Skal ein fingur setast á, so kundi tað verið, at Eivør onkursvegna nú hevur flutt seg frá tí fólksliga og yvir í eitt annað tónleikaligt univers, har fólkið, líka sum ikki er við. Hon leggur ikki upp til felagssang longur (uttan at tað skal ljóða sum nakað neiligt).

Tí gjørdist tað nærum komiskt – tilvitað, eyðsæð – at einastu ferð Eivør royndi at fáa fjøldina at syngja saman við sær, var til eitt petti av hennara eyðkendu barkaljóðum, sum ongin annar enn bara hon sjálv er før fyri at fáa fram...

(Eivør var einasta føroyska navnið, sum hesin ummælarin upplivdi hetta kvøldið í Gøtu)

[object Object]Jamie Grey

Óslípaður gimsteinur

Men tey útlendsku nøvnini høvdu eisini eitt støði, sum – næstan – var á hædd við Eivør.

Hjá Jamie Grey úr Onglandi var úttryksformurin tó eitt sindur meira – nei nógv meira – eyðmjúkur. Kanska hann ikki enn hevur vant seg við, at fólkið tekur so væl ímóti hansara sangum. Hann er vistnokk spildurnýggjur á altjóða tónleikapallinum, hóast ongin ársungi.

Framførsla hansara á Spæliplássinum var frálík við inniligum sjálvskrivaðum sangum. Ein óslípaður gimsteinur. Maðurin hevur avgjørt eina gylta framtíð framman fyri sær sum sangari og sangskrivari. Minti ikki sørt um Passenger – btw. eitt navn, sum hevði riggað væl í Gøtu.

[object Object]

Stórsligið

Men Highasakite úr Noregi varð høvuðskonsertin. Bæði í gjár og væntandi á øllum festivalinum.

Eitt stórsligið show við dragandi Ingrid Helene Håvik á odda. Tættsitandi ámálaða draktin vísti seg kanska at vera heldur tunn til surkið í Gøtu, so hon byrjaði stórsligna showið við einum dýnufrakka uttaná, sum tó skjótt varð blakaður, men farin í aftur longur út á kvøldið.

Tónleikurin og sangurin var eisini stórsligin. Pallsetingin var veruliga nakað, sum tey høvdu gjørt sær ómak við, og so upplivdu vit eina framførslu í skreyteldagerð (tað er føroyska orðið fyri pyroteknik) eisini.

[object Object]

[object Object]

Luftdálking

Hmmm. Eitt sindur óhóskandi fyri G! faktisk. Ikki so ofta, at høvuðsnøvnini á G! síggja seg noydd til at taka slíkan teknikk til hjálpar fyri at bergtaka fjøldina. Men flott og hugtakandi var tað.

Tó – at leggja eitt svart illaluktandi roykskýggj yvir fjøldina og bygdina var óhóskandi, ja nærmast í andsøgn við heimsmálini fyri burðardygga menning, sum vit trúðu, at G! Festivalurin royndi at fylgja.

Ósanitert

Nú vit tosa um heimsmál, so ljóðar mál nummar 6 soleiðis: “Tryggja øllum, at vatn og reinførisviðurskifti eru í lagi og umsitin á burðardyggan hátt”. Hetta er ikki galdandi í Syðrugøtu í hesum døgum.

Jú, vesini verða reinhildin av einslistum. Men tey eru ov fá. Bíðirøðirnar eru so langar, at okkurt óiva er farið í undirbuksurnar. Og tey – teir – ið frá náttúrunnar síðu hava fingið eitt framstandandi amboð til tess at sleppa av við vatnið, mugu klóra seg eftir slíggjutum fjarðargróti í myrkrinum fyri at finna lívd til eina friðarliga løtu saman við javnaldrinum. Slíkt er óvirðiligt.

Ein pissirenna aftan fyri onkran hálvvegg, sum vit síggja tað á øllum øðrum festivalum, sum taka saniteru viðurskiftini í álvara, átti at verið tað lættasta hjá G! festivalinum at fingið stáplað upp á beinini...


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 20. juli 2024

20 Leygardagur 27. juli 2024

Enn ein væleydnaður G! Festivalur

Eitt tað besta við G! Festivalinum er, at hann er so ræðuliga nógv annað og meira enn bara tónleikurin

(Mynd: Jens Kr. Vang)
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

Enn ein væleydnaður G! Festivalur er av, og fólk hava longu sett sær kross í kalendaran fyri ársins fremstu tónleikahátíð, sum verður hildin 17. til 19. juli komandi ár.

Nógv túsund fólk hava havt eitt gott upplivilsi í Gøtu hesar dagarnar. Við góðum og fjølbroyttum tónleiki, væl kryddað við øðrum síðu-tiltøkum, sum vísa seg at rigga óvanliga væl til festivalin.

At vera á G! Festivali er ein heildaruppliving. Ikki bara við tónleiki – als ikki. Men í stóran mun eisini at uppliva hugnan á sandinum, millum hjallarnar og gomlu húsini og fjálga umhvørvið annars.

Sí myndirnar frá leygardegnum

Hendir nógv

Tað hendir allatíðina okkurt. Allan dagin sita fólk og hugna sær í heitu pottunum áðrenn tey blaka seg út í bylgjurnar. Okkurt bókmentatiltak er her, okkurt sansaligt tiltak har. Ein gudstænasta hóast tað enn bara er leygardagur. Kjakfundur, filmssýning, joga, føroyskur dansur og felagssangur. Ókeypis baccalao munnbitar á sandinum. Og so kemur eitt polkaorkestur í einum lítlum lastbili, ella tú hoyrir fólk dansandi syngja við lýsandi hoyritelefonum á høvdinum, til okkurt sýrað átak, tey kalla silent disco. Tey sóu út til at hugna sær gevaldugt, men hví tey tímdu tað, vóru vit nøkur, ið undraðu okkum stórliga yvir.

Hugni í hjallum og úthúsum

Og tað hugnaligasta næstan av øllum á G! er, hvussu hjallar og úthús eru drigin inn í tiltakið. At byrja við var tað bert tað eina, eftirhondini víða kenda gróthoyggjhúsið niðri við sjóvarmálan, sum lokala kórið hevur havt ábyrgdina av øll árini, og sum altíð hevur verið ein hugnalig oasa á festivalinum, um pláss var inni.

Nú eru fleiri slík støð. Skeinkistøð ofta, har ein kann leska sær við øðrum spennandi enn tí, sum annars rennur í stríðum streymum úr ølkranunum runt um á festivalplássinum. Hetta ríkar festivalupplivilsið.

Eitt annað úthús – hjallurin ella gallaríið hjá Rønn – varð eisini tikið við í skránna í ár til mentanarlig tiltøk. Ikki eitt gamalt hús, men tó hugnaligt. Her vóru ymisk mentanarlig tiltøk. Sjálvur lukkaðist mær at sleppa innar tíðliga fríggjakvøldið, tá Jákup Sumberg borðreiddi við sjóðgætis-gumbo frá Lousiana, og Sólfinn Danielsen úr Sandvík – in absentia – við náttúruvíni frá Languedoq. Samskipað av Benjamin Petersen sum – tíverri – ikki upptraðkaði sum solistur á G! í ár. Eitt framúr upplivilsi frá ársins festivali.

[object Object]The Longest Johns

[object Object]Of Monsters and Men

[object Object]
Omar Suleyman

Tónleikurin

Tónleikaliga gjørdist leygarkvøldið á G! ongantíð tað heilt stóra upplivilsið. Tað var stórt at hoyra Teit framføra “Poetry & Aeroplanes” úr enda í annan. Men tað hava vit upplivað á G! fyrr.

The Longest Johns úr Bristol vóru fínir og undirhaldandi við sínum bretsku sjómanssangum, shanties.

Og íslendsku Of Monsters and Men vóru eisini fín, uttan at klokkurnar fóru ordiliga upp at ringja. Kanska var tað tí, at undirritaði endaði heldur aftarlaga á sandinum. So langt afturi, har fólk vóru komin fyri at tosa saman, ella rópa í oyruni á hvørjum øðrum, heldur enn at lurta eftir tónleikinum. Frusterandi, men óundansleppandi.

Á spæliplássinum hoyrdu vit ókend norsk og svensk nøvn við kvinnum í forgrundini. Dugnalig, dugdu teirra kramm.

Lagt var upp til tað heilt stóra um midnáttarleitið, tá ein sýriskur brúdleypssangari trein pallin. Ein sermerkt, nærmast løgin, uppliving. Hesin góði Omar Suleyman, fekk fólkini upp at dansa, men tað vildi verið skeivt at kalla framførsluna fyri eitt tónleikaligt upplivilsi. Sansaligt heldur.

Eftir at tey eldru vóru farin heim, helt veitslan fram á sandinum við Swangah og aðrastaðni við Playmo og Übernörd, og tey hava óiva havt tað hugnaligt eisini, tað vísa myndirnar frá náttini. 

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 21. juli 2024

21 Leygardagur 27. juli 2024

Sakaris á ársins Summarfestival

Hann fer at spæla í Tjaldinum

(Savnsmynd: G! festivalurin)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Kreativi tónleikarin Sakaris hevur konsert á Summar Festivalinum, sum verður í Klaksvík frá 8. til 10. august.

Við einum óvanliga góðum tevi fyri at seta saman ljóð, løg og orð skapar Sakaris modernaðan og peppaðan tónleik, sum fær íblástur frá 80'ara pyntipoppi. Sakaris hevur við kreativiteti og musikaliteti megnað at skapt eitt heilt egið ljóð og úttrykk, sum bæði kann fevna og strimbra lurtaran.

Sakaris kom við fyrstu útgávuni í 2012, og síðani hevur hann verið en støðugur og frískur viðspælari á føroyska tónleikapallinum. Hann hevur javnan givið nýggjar sangir út, og á palli er hann framúrskarandi – líkamikið hvat høvið er.

Hittini eru eitt nú »Allarbesti«, »Aalborg«, »Magical Bag of Fun« og »I Put On This Dress Only For You«. Og í ár hevur hann lagt afturat hesum hittum við nýinnspæling av 80'ara klassikaranum »Frøknur«, sum hann hevur tulkað av nýggjum saman við poppbólkinum Byrta.

Sakaris fer at spæla í Tjaldinum.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 23. juli 2024

22 Leygardagur 27. juli 2024

20 ára jubileumskonsert á Summar Festivalinum

Í ár verður Summar Festivalurin 20 ár, og tað verður hildið stórfingnari fagnaðarkonsert

 
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Hóskvøldið á ársins Summar Festivali fer festivalurin at hátíðarhalda, at 20 ár eru liðin, síðani fyrsti festivalurin varð hildin á Vágsbøi í Klaksvík.

Fyrsti festivalurin var í føgrum summarveðri í 2004, og eftir fáum árum vaks Summar Festivalurin seg til landsins størsta tónleikatiltak. Síðani hava heimsnøvn sum Roxette, Westlife, The Scorpions, Mika, Cliff Richard, Melanie C, Alan Walker, Ronan Keating, Suzi Quatro og Twisted Sister spælt á Summar Festivalinum. Hundraðtals føoyskir bólkar og solistar hava eisini framført.

Nú Summar Festivalurin rundar 20 ár, verður tað hildið við stórfingnari jubileumskonsert, har bæði føroyskir og útlendskir sangarar og tónleikarar luttaka.

Á konsertini verður eitt gott og fjølbroytt úrval av sangum, sum hava verið spældir á Summar Festivalinum ígjøgnum árini, framførdir. Talan verður bæði um einstakar sangir, sum artistarnir sjálvir framføra, og sangir og sirpur, har góðir sangarar tulka heimshitt, sum hava ljómað á Vágsbø.

Millum nøvnini, sum fara at framføra á konsertini, verða Lena Anderssen, Jørgin Dahl, Guðrið Hansdóttir, Ingi Poulsen, Paul Watchorn, Laila Carlsen, Malan Eyðunsdóttir og Karl Martin Samuelsen. Eisini verður okkurt yvirraskilsi.

Summar Festivalurin verður hildin 8. til 10. august.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 25. juli 2024

23 Leygardagur 27. juli 2024

Skráin til Summarfestivalin klár

Stóra navnið á ársins Summarfestivali, Olly Murs, fer á pallin fríggjakvøldið 9. august

(Savnsmynd: Jens Kr. Vang)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Hóskvøld verður stórt 20 ára jubileumsshow og elektroniskur tónleikur við Faustix, fríggjakvøld spælir bretska heimsstjørnan Olly Murs, og leygarkvøld fer legendariski rockbólkurin Uriah Heep á pallin.

Summar Festivalurin hevur kunngjørt skránna fyri ársins festival.

Festivalurin byrjar við skrúðgongu fyri børn og barnsligar sálir hósdag klokkan 15. Gingið verður niðan í Silvaland, sum síðani letur upp. Silvaland heldur til í ítróttahallunum, og har verða aktivitetir, undirhald, framførslur og mangt annað fyri familjurnar. Serlig skrá fyri Silvaland verður kunngjørd seinni.

Summar Festivalurin bjóðar konsertir á Vágsbø, í Tjaldinum og á Torginum í tríggjar dagar. Fyrsta konsertin verður við Mariu Ronnisdóttir á Heygum á Torginum hóskvøld klokkan 19, og tann seinasta konsertin verður við Jens Marna Hansen í Tjaldinum leygarkvøld klokkan 03.

Niðanfyri ber til at síggja skránna fyri ársins Summar Festival, sum verður hildin dagarnar 8. til 10. august.

Hósdagur 8. august

Vágsbøur
22: SF 20 ára show
01: Faustix

Tjaldið
20: Son of Fortune
23.30: Danny Baldursson

Torgið
19: Maria Ronnisdóttir á Heygum
21: Finnur Koba
00.30: Kim Hansen

Klaksvíksgarðurin
15: Skrúðgonga heim í Silvaland

Fríggjadagur 9. august

Vágsbøur
21: Dania O. Tausen
22: Olly Murs
01: Dynamit
03: RSP

Tjaldið
19.45: 21KNM
23.45: Tinganest
02.15: Adrenaline

Torgið
19: Kári Fossdalsá
20.30: Gudny & Co.
00.30: Herborg Torkilsdóttir

Leygardagur 10. august

Vágsbøur
17: Barnakonsert
20: Hamradun
23: Uriah Heep
01.45: Frændur

Tjaldið
19: Evi Tausen
21.15: Lena Anderssen
00.30: Sakaris
03: Jens Marni

Torgið
18.15: Eyðun Jacobsen
22.15: Paul Watchorn
01.15: Laila & Malan

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 26. juli 2024

24 Leygardagur 27. juli 2024

Sangfagnaður í Ebenezer í kvøld

Fleiri kend innan millum serliga gospeltónleik framføra á árliga sangtiltakinum. Harmonikuvinir hita upp frá klokkan 19 leygarkvøldið

Savnsmynd: Ólavur Frederiksen
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

Eitt av árligu tiltøkunum í sambandi við ólavsøkuna er sangfagnaðurin í Ebenezer. Fleri tiltøk eru í og uttan fyri samkomuna beint við gongugøtuna.

Sjálvur Sangfagnaðurin 2024 í Ebenezer verður í kvøld, leygarkvølið 27. juli. Hann byrjar klokkan 19:30 og endar áleið klokkan 21.

Ebenezer skrivar, at harmonikuvinir hita upp frá klokkan 19. Felagssangir verða eisini sungnir

Síðani fara hesi at framføra: Oasubrøður, Svein í Prestgarði, Tær 4, Anna Ditlevsdóttir Háberg, Magni Christiansen, Sámal Hanne Lognberg og Heine Lützen.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 24. juli 2024

25 Leygardagur 27. juli 2024

Kári Fossdalsá útgávukonsert á Svangaskarði

Í kvøld verður útgávukonsert við Kára Fossdalsá í Ítróttarhúsinum á Svangaskarði

(Savnsmynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Í sambandi við at Kári Fossdalsá hevur útgivið sína fyrstu fløgu, fer hann at hava nakrar útgávukonsertir í Føroyum í summar.

Hann framførdi á Tórsfest í gjárkvøldið, og er eisini á skránni til Summarfestivalinum í august.

Kári Fossdalsá vitjar eisini aftur á gamlar gøtur og fer at hava konsert í Ítróttarhúsinum á Svangaskarði í kvøld.

Konsertin á Svangaskarði verður ein sitikonsert, har Kári Fossdalsá fer at spæla sangir frá nýggju fløguni.

Kári Fossdalsá sigur, at fólk kunnu gleða seg til konsertina. Hann er ótrúliga fegin um at fáa møguleikan at syngja og spæla í heimbygdini.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 24. juli 2024

26 Leygardagur 27. juli 2024

Anker Mortensen í Steinprenti

- Myndirnar hjá Anker Mortensen eru abstraktar, men onkrastaðni hómar tú okkurt, sum tú heldur teg kenna aftur

 
SkrivaÐ:

Innsent

Í gjár lat ein framsýning við verkum hjá Anker Mortensen upp í Steinprenti á Skálartrøð. Talan er um nýggjar oljumálningar og vatnlitsmyndir hjá vælumtókta listamanninum, sum ikki framsýnir so ofta og hvørs serframsýningar tessvegna eru serliga forkunnugar.

Myndaheimurin hjá Anker Mortensen er poetiskur av lyndi eins og hansara myndir bera brá av onkrum sveimandi og óítøkiligum. Leita vit aftur í okkara egnu barndómsminni, hóma vit hvat tað er, sum hongur oman fyri eikilund, tí vit minnast vøkru barnarímuna um silvurkannuna og dansandi frýr í ringi. Og lesa vit yrkingina hjá Hans Andriasi Djurhuus við verkunum hjá Anker Mortensen í huga, fær hon nýggjan listaligan relevans sum ein huldur heimur av gandaðum søgum og glitrandi litum. Oman fyri eikilund/ hongur silvurkanna/ skínur yvir alla grund/ dansa lítla Anna.

[object Object]

Myndirnar hjá Anker Mortensen eru abstraktar, men onkrastaðni hómar tú okkurt, sum tú heldur teg kenna aftur. Kanska er tað eitt træ, ein fiskur, ein bátur ella er tað ein silvurkanna? Myndaflatin er bygdur upp av fleiri løgum av máling við skiftandi tjúkd. Okkurt er gjøgnumskygt meðan onnur strok eru sett á løriftið við tjúkkari máling onkrastaðni lag á lag. Blátt er vorðin ein høvuðslitur hjá Anker og sjálvt um, at hansara myndir tykjast lívrunnar og bera brá av náttúru, er tað ikki so nógv sjógvurin í sjálvum sær ella havsins lív, tú kemur í tankar um. Hetta, sum verður lagt fram fyri okkum er ein duldur metafysiskum heimur, ið er smíðaður úr sama tilfari sum yrkingar, sálmar, søgur og gandaðar upplivingar.

Og samstundis sum myndirnar hjá Anker sveima, eru tær sera fysiskar og av hesi verð sum tá tú spældi í túninum ella í fjøruni og í sandbunkum, smásteinum, hyljum og kombikkum sansaði allan tann stóra alheiminum.

Skrivað hevur: Kinna Poulsen 

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 25. juli 2024

27 Leygardagur 27. juli 2024

Paul Watson varðhaldsfongslaður í hálva fjórðu viku

14 ára gomul handtøkuboð gjørdu, at Paul Watson sunnudagin varð handtikin í Nuuk

(Mynd: Captain Paul Watson Foundation)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Umstríddi Paul Watson varð sunnumorgunin handtikin í grønlendska høvuðsstaðnum Nuuk, tá hann við skipi sínum, John Paul de Joria, og 25 sjálvbodnum umborð kom at bunkra.

Hann er kendur sum grindaaktivistur í Føroyum, men hevur eisini roynt at forða fyri japanskari hvalaveiðu. Japan hevur sent handtøkuboð út um Paul Watson, og tí varð hann handtikin tá hann kom í havn í Nuuk fyrrapartin í gjár.

[object Object](Mynd: Captain Paul Watson Foundation)

Verji hansara váttar fyri Ritzau tíðindastovuni at 73 ára gamli Paul Watson er varðhaldsfongslaður til 15. august.

Tað var í 2010, at Japan sendi handtøkuboð út um Paul Watson. Hetta var eftir eina hending í Antarktis, har Watson órógvaði japanska hvalaveiðu.

Løgmálaráðið skal taka støðu til, um Paul Watson skal útflýggjast til Japan.

Paul Watson var við skipi sínum, John Paul de Joria, á veg í Kyrrahavið at forða japanskari hvalaveiðu. Ætlanin var at sigla útnyrðingsleiðina í Kyrrahavið, og tí varð steðgað í Nuuk at bunkra.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 22. juli 2024

28 Leygardagur 27. juli 2024

Kann enda sínar dagar í fongsli

73 ára gamli Paul Watson kann fáa 15 ára fongsulsrevsing í Japan, væntar felagsskapurin Neptune's Pirates UK

(Savnsmynd: Captain Paul Watson Foundation)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Umhvørvisfelagsskapurin Neptune's Pirates, sum áður hevði navnið Sea Shepherd UK, óttast at 73 ára gamli Paul Watson fer at enda sínar dagar í fongsli, um hann verður útflýggjaður til Japan.

Paul kann fáa fongsulsdóm uppá 15 ár, sum er at rokna sum lívstíð hjá honum, sigur Rob Read, rakstrarovasti hjá Neptune's Pirates UK, við Yahoo News.

Sambært honum varð Paul Watson lumpaður at koma í havn, so hann kundi handtakast. Altjóða handtøkuboðini frá Interpol hvurvu fyri nøkrum mánaðum síðani, vil Rob Read vera við.

Grønlendska løgreglan handtók Paul Watson sunnudagin, og í grundlógaravhoyring er hann varðhaldsfongslaður til 15. august. Hendan avgerðin er kærd til landsrættin, sum nú skal taka støðu í málinum.

Løgmálaráðið skal avgerðaa, um Paul Watson skal útflýggjast til Japan.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 22. juli 2024

29 Leygardagur 27. juli 2024

Kamala Harris játtar at stilla upp

Hon er ærað av stuðlinum frá forsetanum

Kamala Harris og Joe Biden (Mynd: EPA)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Kamala Harris, varaforseti, játtaði sunnudagin stilla upp sum valevni fyri demokratarnar til amerikanska forsetavalið.

Hesum boðar hon frá sunnukvøldið, stutt eftir at sitandi forseti, Joe Biden, boðaði frá, at hann hevur valt at taka seg aftur sum valevni.

- Eg eri ærað at hava stuðul frá forsetanum, og eg ætli at vinna hesa tilnevningina, segði Kamala Harris.

- Vit hava 107 dagar til valdagin. Saman fara vit at stríðast, og saman vinna vit, segði hon.

Kamala Harris er 59 ár og fødd í Oakland, Kalifornia.

Demokratiski flokkurin skal nú taka støðu til, um Kamala Harris skal vera forsetavalevni. Hon hevur síðan 2021 verið varaforseti í USA.

Hon umboðaði Kalifornia í Senatinum frá 2017 til hon tók við sum varaforseti.

- Best fyri flokkin og landið

Tað kom heldur óvæntað, tá Joe Biden sunnudagin kunngjørdi, at hann nú tók seg úr valstríðnum. Hetta hendi eftir at alt fleiri framstandandi demokratiskir politikarar høvdu víst á, at tey ikki høvdu álit á, at 81 ára gamli forsetin fór at megna at verða afturvaldur.

Joe Biden skrivaði soleiðis í fráboðanini á X:

- Tað hevur verið mín ætlan at vera afturvaldur, men eg haldi tað er best fyri flokkin og landið, at eg taki meg úr stríðnum og at eg kann hugsavna meg um mínar skyldur sum forseti restina av valskeiðinum.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 21. juli 2024

30 Leygardagur 27. juli 2024

Biden: Eitt nýtt ættarlið skal sleppa framat

At verja fólkaræðið er meira umráðandi enn nakað heiti, segði amerikanski forsetin í røðu fríggjanáttina

Í nátt okkara tíð helt amerikanski forsetin Joe Biden røðu fyri amerikonsku tjóðini (Mynd: EPA)
SkrivaÐ:

Alda Nielsdóttir

– Tað hevur verið ein heiður at tæna sum tykkara forseti. Men at verja fólkaræðið, sum er í vanda, er meira umráðandi enn nakað heiti.

Soleiðis segði amerikanski forsetin Joe Biden m.a. fríggjanáttina okkara tíð, í síni fyrstu røðu fyri amerikonsku tjóðini, síðan hann sunnudagin boðaði frá, at hann tók seg úr forsetavalstríðnum.

Í røðu síni segði Biden, at tað seinastu vikurnar varð vorðið greitt, at hann noyddist at savna demokratiska flokkin, og at tíðin er komin at lata einum nýggjum ættarliði sleppa framat.

Næstu seks mánaðirnar, sigur Biden, fer hann at hugsavna seg um arbeiðið sum forseti.

– Hetta merkir, at eg fari at arbeiða fyri at lækka livikostnaðin hjá hartarbeiðandi familjum og at stimbra búskapin.

– Eg haldi á at verja okkara personliga frælsi og okkara borgararættindi - rættin til at fara á val og rættin til at velja sjálvi, sigur Biden og vísir til rættin hjá kvinnum at fáa fosturtøku, sum síðan 2022 ikki hevur verið galdandi í øllum USA, eftir at hægstirætturin ógildaði eina 49 ára gamla avgerð, sum tryggjaði hendan rættin í øllum statum.

Biden undirstirkaði eisini, at hann framhaldandi vildi tryggja stuðul til Ukraina í krígnum móti Russlandi.

Røðan kann síggjast her

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 25. juli 2024

31 Leygardagur 27. juli 2024

Biden verður sitandi til í januar

Biden gleðir seg at gera valskeið sítt liðugt, sigur talsfólk hjá Hvítu Húsunum, hóast fleiri republikanarar heita á amerikanska forsetan um at leggja frá sær alt fyri eitt

(Mynd: EPA)
SkrivaÐ:

Alda Nielsdóttir

Sunnudagin tók amerikanski forsetin Joe Biden seg úr forsetavalstríðnum, men hann heldur fram í Hvítu Húsunum, til valskeið hansara endar í januar.

Tað sigur talsfólk hjá Hvítu Húsunum, Andrew Bates við CNN.

– Hann gleðir seg at gera valskeiðið liðugt og geva amerikanska fólkinum fleiri søgulig úrslit, sigur hann.

Eftir at Biden boðaði frá, at hann kortini ikki fór at stilla uppaftur á forsetavalinum í november, hava fleiri republikanarar, m.a. Mike Johnson, republikanski formaðurin í Umboðsmannatinginum, heitt á Biden um at leggja frá sær "alt fyri eitt".

– Um Joe Biden ikki er førur fyri at stilla upp til forsetavalið, er hann heldur ikki førur fyri at vera forseti. Hann má leggja frá sær alt fyri eitt.

– Við at ógilda atkvøðurnar hjá fleiri enn 14 milliónum amerikanarum, sum valdu Joe Biden sum teirra demokratiska forsetavalevni, hevur sjálvútnevndi "flokkurin fyri fólkaræði" prógvað tað øvuta, sigur hann.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 22. juli 2024

32 Leygardagur 27. juli 2024

Kristen Michal nýggjur forsætisráðharri í Estlandi

49 ára gamli veðurlagsmálaráðharrin, verður nýggjur forsætisráðharri, eftir Kaju Kallas, sum í farnu viku legði frá sær

(Mynd: Ritzau)
SkrivaÐ:

Alda Nielsdóttir

Tað verður Kristen Michal, núverandi ráðharri við veðurlagsmálum, sum yvirtekur forsætisráðharraembætið í Estlandi eftir Kaju Kallas.

Tað samtykti tjóðartingið í Estlandi í vikuni.

Tað var í undanfarnu viku, at Kaja Kallas boðaði frá, at hon fór at leggja frá sær sum forsætisráðharri í sambandi við, at hon er blivin tilnevnd til uttanríkisstjóra í ES.

Dagin eftir, tilnevndi forsetin í Estlandi, Alar Karis, 49 ára gamla Michal og heitti á hann um at skipa stjórn. Hann hevur gjørt semju við Sotsiaaldemokraatlik Erakond og miðflokkin Eesti 200 um at halda fram við samgonguni, sum varð skipað eftir valið í fjør.

Kristen Michal og Kaja Kallas eru bæði limir í liberala flokkinum Eesti Reformierakond.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 22. juli 2024

33 Leygardagur 27. juli 2024

Trump og Zelenskyj samdir um at hittast

Amerikanska forsetavalevnið Donald Trump og ukrainski forsetin Volodymyr Zelenskyj siga báðir, at teir høvdu eina góða telefonsamrøðu fríggjadagin

Donald Trump, republikanskt forsetavalevni, og Volodymyr Zelenskyj, forseti í Ukraina (Mynd: Getty Images)
SkrivaÐ:

Alda Nielsdóttir

Farna fríggjadag tosaði republikanska forsetavalevnið Donald Trump í telefon við ukrainska forsetan, Volodymyr Zelenskyj, og sambært bæði Trump og ukrainskum keldum, var talan um eina góða samrøðu, skrivar miðilin Politico.

Fyrrverandi amerikanski forsetin skrivar á sín egna sosiala miðil, Truth Social, at Zelenskyj ynskti honum til lukku við tilnevningini sum republikanskt forsetavalevni og fordømdi morðroyndina á valfundinum í Pennsylvania undanfarna vikuskifti.

Trump sigur eisini, at hann ætlar at fáa ein enda á krígnum í Ukraina

– Eg var fegin um, at Zelenskyj forseti setti seg í samband við meg, tí eg, sum tann næsti forsetin í USA, fari at skapa frið í heiminum og fáa ein enda á krígnum, sum hevur kravt so nógv lív.

Zelenskyj skrivar á sosiala miðilin X, at hann og Trump eru samdir um at hittast andlits til andlits.

– Ukraina er takksamt fyri stuðulin úr USA (...) Vit samdust við Trump um, at vit á einum persónligum fundi skulu umrøða tey stig, sum kunnu takast fyri at skapa frið, sum er rættvísur og varandi.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 21. juli 2024

34 Leygardagur 27. juli 2024

Ferjur í Danmark sigla við streymi innan 2040

Sum liður í síni nýggju strategi at gerast burðardygt ætlar danska ferjureiðaríið “Molslinjen” at elektrifisera allar sínar ferjur innan 2040

 
SkrivaÐ:

Jan Müller

Hetta skrivar danski miðilin Søfart. Molslinjen er størsta ferjureiðaríið í danskari innanlands rutusigling. Longu í dag sigla fleiri av ferjunum hjá reiðaríinum á Oyrasundi við streymi, og næsta stigið verður at elektrifisera leiðirnar til Fanø, Samsø og Als. Kortini verður farið víðari til ferjurnar í Eystursjónum og Kattagat sum liður í grønum ferjurakstri, sum einki útlát skal hava um 16 ár, sambært tíðindaskrivi frá reiðaríinum.

Danska reiðaríið ætlar at gerast ein fyrimynd fyri ferjureiðarí kring heimin og tí hevur tað sett sær hesi høgu málini sigur stjórin Kristian Durhuus, sum vísir á, at tey vilja vera við til at tryggja, at altjóða upphitingin verður avmarkað til 1,5 stig.  

Reiðaríið hevur longu bygt eina nýggja elrikna ferju til Fanøleiðina, meðan ferjur av sama slag til Samsø og Als verða bygdar í Turkalandi. Á Oyrasundsleiðini sigla longu ferjur við heimsins størstu battaríum, og ferjurnar á Bornholmsleiðini og á Kattegat skulu eisini elekrifiserast.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 25. juli 2024

35 Leygardagur 27. juli 2024

Ása og Strákur ríða fremst í ólavsøkuskrúðgonguni

Tað verður heilt serstøk løta hjá 17 ára gomlu Ásu Bárðardóttir, tá ólavsøkan verður sett í ár

 
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Ása Bárðardóttir skal ríða á odda og vera flaggberi í ólavsøkuskrúðgonguni.  Orsøkin er tann, at hon í fjør vann FM í tvíspor vaksin í kappríðing.

Siður hevur seinastu árini verið, at FM vinnarin fær í boði at ríða fremst á ólavsøku árið eftir. 

Ása Bárðardóttir hevur riðið, frá tí hon var heilt lítil, og hevur fleiri ferðir vunnið FM í tvíspor fyri ung. Í fjør var fyrsta árið honn kappaðist millum tey vaksnu, men har gjørdi hon bart og vann FM heitið sum einans 16 ára gomul. Tá hon ríðir kapp er tað á sínari egnu ryssu, Sílfu, men nú til skrúðgonguna, fer hon at ríða á Stráki, sum familjan eigur.

Skrúðgongan er gamal ólavsøkusiður, ið byrjaði longu í 1942. Reiðfólkini tóku stig til hana, og vóru í byrjani einasti ítróttafólkini í skrúðgonguni, men so líðandi eru fleiri og fleiri ítróttagreinar komnar við. Fyri nøkrum árum síðani komu so eisini býráðspolitikkarir við.

Enn eiga rossini tó heiðurspláss í skrúðgonguni og eisini siðvunna plássið at standa á Tinghúsvegnum framvið garðinum hjá Jacob Lützen og Anton Degn, júst sum tey hava gjørt í væl yvir hálva øld.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 25. juli 2024

36 Leygardagur 27. juli 2024

Sverri Sandberg Nielsen rør í morgun

OL-rógvarin rør innleiðandi umfar fyrrapartin í dag um at koma í fjórðingsfinaluna

Tað gjørdist eitt fjórða pláss tá Sverri Sandberg Nielsen luttók til OL í Tokyo í 2021 (Mynd: Rógvi Langgaard)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Annar av føroyingunum í OL í ár, skal í eldin nú í morgun.

Sverri Sandberg Nielsen rør við einkultskullara, og skal royna seg í innleiðandi umfarinum fyrrapartin klokkan 9.

Fimm rógvarar eru við, og miðvingurin skal enda í topp-trý fyri at koma í fjórðingsfinaluna.

Hinir rógvararnir eru úr Ungarn, Hong Kong, Paraguay og Bulgaria.

Sverri Sandberg Nielsen segði við TV2 í gjár, at hann er er nakað darvaður við ein skaða í rygginum. Royndi føroyski rógvarin var fyri trimum árum síðani heilt nær við at fáa heiðursmerki í Tokyo.

Hin føroyingurin, sum luttekur í OL, sum í ár er í franska høvuðsstaðnum, er Sára Maria Johansen. Hetta er í einum áttara, og rógva Sára Maria og hinar innleiðandi ólavsøkudag.

Róðrarnir síggjast á TV2 og stroymingartænastuni TV2 Play.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 26. juli 2024

37 Leygardagur 27. juli 2024

Sára hitti kongshjúnini

Unga føroyska róðrarkvinnan, sum hevur tikið nógv fet fram seinastu árini, skal royna seg í Paris ólavsøkudag

Sára Maria Johansen her saman við kongshjúnunum og fleiri donskum íðkarum. Kvinnan úr Suðuroy sæst næstan beint oman fyri hansara háting, Fríðrik kong - beint til høgru við hvítari t-shirt og ljósum hári (Mynd: Det danske Kongehus)
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

Sjóneykan er av nú álvara sett á olympisku leikirnar í Paris, sum verða settir í løtuni.

Danskir miðlar gera sum vera man nógv burtur úr sínum íðkarum, og tveir føroyskir rógvarar fara í ár at kappast undir Dannebrog.

Sverri Sandberg Nielsen er royndur rógvari, sum eisini var við í Tokyo í 2021. Tá var miðvingurin heilt nær heiðursmerkjum. Nú jagstrar Sverri aftur, og tíðliga fyrrapartin í dag skal hann byrja við at royna at rógva seg í fjórðingsfinalurnar.

Hin er 23-ára gamla Sára Maria Johansen. Sum yngri gjørdi hon mest vart við seg í flogbólti, har Sára Maria var landsliðsspælari, men seinastu árini hevur unga kvinnan úr Froðba veruliga satsað uppá rógvingina.

[object Object]Ein ovur fegin Sára Maria á Firvaldi við armunum yvir høvd fyri nøkrum árum síðani (Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

[object Object]Sára Maria uttast til vinstru (Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

Tað byrjaði við Firvaldi hjá Froðbiar sóknar Róðrarfelag. FM-heitini eru seinni vorðin til millum annað HM- og EM heiðursmerki í inniróðri. Í fjør gjørdist Sára Maria heimsmeistari.

Sára Maria Johansen hevur búð í Danmark í næstan tvey ár. Síðsta vetur gjørdist føroyingurin partur av "áttara-projektinum" hjá Dansk Roning, har málið var OL í 2028. Tað gekk tó so mikið væl fyrr í ár, at tær átta róðu seg til OL longu nú.

[object Object]

Til ber at hoyra Sáru Mariu greiða nærri frá sínari "bráyrkisleið" á Tyvstart hjá DR

Sára Maria Johansen verður harvið triði føroyingurin, sum skal rógva til OL. Tann fyrsta var Katrin Olsen úr Havn, sum í 2008 róði tvískullara - saman við einari aðrari. Sverri Sandberg Nielsen var, sum nevnt, eisini við á seinastu olympisku leikunum.

Tað eru ikki bert miðlar, ið vísa Sáru Maria og hinum. Kongshjúnini vóru og vitjaði í OL-býnum í gjár, har tey heilsaðu upp á íðkararnar og fylgdu við fyrireikingunum. Millum tey var Sara Maria Johansen, ið eisini heilsaði persónliga uppá Mar y drotning. Hon og liðfelagarnir rógva innleiðandi sunnudagin, ólavsøkudag.

Kappingarskrá og meira her

[object Object]Kongshjúnuni í olympiska býnum, har eini 14.000 íðkarar húsast í hesum døgum. (Mynd: Det danske Kongehus)

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 26. juli 2024

38 Leygardagur 27. juli 2024

Met: Árni er nú javnur við Levi og Páll

Vongurin úr Saltangará hevur skorað níggju mál seinastu níggju Champions League-dystirnar, og hevur harvið fingið søguligt pláss upp á beint yvir eitt ár

 
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

Tað jaliga hjá KÍ í Malmö týskvøldið var góða málið sum útiliðið fekk. Føroyameistararnir taptu annars 4-1, har mistøk og illa frágreiddar verju- og málverjuuppgávur í nøkrum førum kostaðu dýrt.

Tjúgu minuttir fyri leiklok vann Jóannes Kalsø Danielsen bóltin væl høgt á vøllinum. Høgri bakkurin fann hegnisliga - og eitt lítið sindur heppið -  Árna Frederiksberg, sum var komin langt inn í Malmö brotsteigin og við "veika" høgra beininum setti nummar 7 hjá KÍ bóltin millum beinini á Malmö-máverjanum.

Av tí at Malmö fekk svarað aftur stutt fyri leiklok er sum so eingin spenningur eftir í Champions League-uppgerðini, men Árni Frederiksberg skoraði sítt triðja Champions League mál í eins nógvum dystum í ár, og eitt hálvgum søguligt mál í Skåne hetta kvøldið.

Eins og í fjør, gjørdi Árni mál við høgra beini og til høgru í brotsteignum á útivølli móti svensku meistarunum, og í níggju Champions League-dystum seinastu 377 dagarnar hevur 32-ára gamli vongurin úr Saltangará eisini skorað níggju mál.

Hetta er framúr flott í føroyskum høpi, og hevur Árni skorað tvey mál móti meistaraliðum úr Ungarn, Noregi og Luksemborg, umframt "tey svensku málini".

[object Object]
Árni Frederiksberg eftir 1-0 málið móti Hacken í fjør. Tað gekst ikki eins væl í Malmö, men Árni endurtók so partvíst (Savnsmynd: Sverri Egholm)

Hetta eru málini, ið KÍ-spælarin hevur gjørt í samanlagt 39 evropeiskum dystum fyri KÍ, B36 og NSÍ. Eingin føroyingur hevur skorað fleiri enn níggju mál fyri føroysk feløg. Gamli makkarin hjá Árna í NSÍ, Klæmint Andrasson Olsen, hevur skorað sjey fyri NSÍ og trý fyri Breiðablik og er harvið tann føroyingurin við flest málum samanlagt.

Í fjør rakk Páll Klettskarð níggju evropeiskum málum. Páll hevur spælt samanlagt 33 evropeiskar dystir.

Levi Hanssen var tann fyrsti føroyingurin at skora níggju mál. Hetta fyri HB og EB/Streym (2012-2015) Fjølbroytti miðvallarin, ið tók nøkur brotsspørk, hevur 24 dystir í evropeiskum høpi - millum annað fyri B36. 

Harvið er Levi í tekniskum høpi framvegis fremst (tí hann hevur spælt færri dystir enn hinir), men er saman við núverandi KÍ-liðfeløgunum á ovasta fjallatindinum. Tað er óvuliga sannlíkt, at Árni og/ella Páll skjótt fara framvið og røkka tvísiffrað.

[object Object]
Árni Frederiksberg og Páll Klettskarð fegnast um annað málið hjá Árna móti Differdange við Djúpumýru 10. juli. Í løtuni eru teir lið um lið í samlaða evropeiska roknistykkinum (Savnsmynd: Sverri Egholm)

[object Object]Levi Hanssen, her í aðrari uppgávu enn á fótbóltsvøllinum, spælir ikki á hægsta stigi longur. Hann hevði tó eitt frálíkt tíðarskeið frá 2012 til og við 2015, hvat evropeiskum fótbólti viðvíkur (Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

Tøl: FaroeSoccer


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 23. juli 2024

39 Leygardagur 27. juli 2024

Malmø økti aftur móti endanum: 4-1 til heimaliðið

Brekkan gjørdist ov brøtt hjá KÍ. Árni Frederiksberg fekk minkað um munin, men Malmö FF svaraði aftur

Fjepparar hjá Malmö FF undir dystinum. (Mynd: Áron Vest)
SkrivaÐ:

Áron Vest

Malmø, Svøríki (Portalurin) KÍ hevði meir tol í seinna hálvleiki og var róligari á bóltin. Malmö FF skifti taktikk og í seinna hálvleiki var ikki koyrt líka nógv uppá umstilling. Heldur skuldi tað vísa seg at verða langskot, heimaliðið satsaði uppá. 

Malmö FF vísti í byrjanini av dystinum sera ansið spæl, ið ikki líkist teirra vanligu tilgongd til slíkar dystir. Tað hevur tó víst seg at riggað.

Fyrstu 15 minuttirnar vóru føroyameistararnir omaná í spælinum. Eina løtu tóktist tað sum at KÍ var omaná, men tað vardi bert eina løtu.

Við einum dundurskoti frá Lasse Berg Johnsen úr 30 metrum, legði Malmö FF seg á odda. Eitt dreymamál, ið fáur málmaður hevði klárað at tikið.

Nógv long innkøst frá Árna Frederiksberg næstu løturnar , men tað bleiv aldrin vandamikið. KÍ hevði nakrar málmøguleikar, men megnaði ikki at umseta til mál. 

Tað var ein verjufeilur av teimum heilt stóru, tá Claes Kronberg á egnum brotsteigarmarki skuldi spæla bóltin til ein liðfelaga, men í staðin fyri varð ein málmøguleiki serveraður á einum silvurfatið til Malmö FF, sum Hugo Bolin eirindaleysur umsetti til mál.

Tað skuldi vísa seg at blíva langskot, ið Malmö FF gagnnýtti best. Úr umleið 35 metrum er tað enn einaferð nummar 23 hjá Malmö FF, Lasse Berg Johnsen, ið setti bóltin hegnisliga í netið.

Annar hálvleikur

Í 58. minutti var ein heldur løgin støðgur í spælinum. Eitthvørt var áfatt við hooligansbólkinum Brigada Malmö, men løgreglan á staðnum fekk skjótt steðga løgnu hendingini. 

Árni Frederiksberg skoraði í 71. minutti, eftir at Jóannes Kalsø Danielsen var skjótur at fanga ein skeiva sending langt inni á Malmö-hálvuni. Høgri vongbakkurin fann høgra vongin, og Árni skoraði sítt níggjunda Champions League mál. Eingin føroyingur hevur yvir níggju evropeisk mál fyri føroysk feløg - Árni er nú javnur við liðfelagan Páll Klettskarð og Levi Hanssen. 

Málið gjørdi tó lítið av muni í uppgerðini, tí eitt lítið korter seinni skoraði innskifti Søren Rieks til 4-1 til Malmö FF.

Hareftir var ikki nógv at gera hjá klaksvíkingum og gjørdist úrslitið av fyrra dystinum sostatt 4-1. Tað verður ógvuliga tungt at venda hesum hjá KÍ til seinna dystin, sum verður við Djúpumýru um tríggjar dagar.

Champions League 2. umfar, fyrri dystur
Eleda leikvøllurin, týsdagin 23. juli

Malmö FF - KÍ 4-1 (3-0)

21' 1-0 Lasse Berg Johnsen
37' 2-0 Hugo Bolin
43' 3-0 Lasse Berg Johnsen
71' 3-1 Árni Frederiksberg (Jóannes Danielsen)
85' 4-1 Søren Rieks

Liðini spæla aftur í Djúpumýri í Klaksvík týskvøldið 30. juli kl. 19.45

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 23. juli 2024

40 Leygardagur 27. juli 2024

Stríggin returdystur í væntu fyri KÍ

Tað gjørdist ein ov stórur biti hjá Espen Haug og hansara monnum týskvøldið. Við óansni í verjuni hjá KÍ og við skotførleikum hjá sviium, basti Malmö FF føroyameistarunum 4-1

Henrik Rydström, venjari hjá Malmö FF, og Espen Haug, venjari hjá KÍ, á tíðindafundi eftir dystin í Malmø í gjár. (Mynd: Áron Vest)
SkrivaÐ:

Áron Vest

Malmø, Svøríki (Portalurin) Til tíðindafundin við teimum báðum venjarunum eftir dystin týskvøldið, staðfesti Espen Haug at mótstøðan var ov stór. Norski venjarin heldur eisini, at tað vóru einmansførleikarnir hjá Malmö FF leikarum, ið skaraðu framúr.

Tað er nú heldur ikki so løgið, tí tvey av málunum hjá Malmö FF vóru langskot, ið hegnisliga vórðu sett í KÍ málið. Malmö FF helt áfram at koma við fleiri langskotum, men KÍ verjan fekk stýr hesum burtur í flestu førum. Tað var kostnaðarmikið hjá KÍ at geva álopsspælarum hjá Malmö FF so nógv pláss framman fyri brotsteigarmarkið.

Millum miðlafólkini á Eleda leikvøllinum var tað greið semja um, at tað var KÍ, sum legði seg omaná teir fyrstu 15 minuttirnar. Men - tað var so tað. 

[object Object]- Her fara stórspælandi Sebastian Nanasi og Erik Botheim út (ikki á myndini), og inn koma Taha Ali og Søren Rieks. Síðstnevndi skoraði síðst málið í dystinum, ið staðfesti 4-1 sigurin hjá Malmö FF (Mynd: Áron Vest)

Ivasamt um samanspæl
Tað kann vera ivasamt, um KÍ-liðið er nóg væl samanspælt. Við 1-0 málið sóu vit ikki nevnisverdar royndir at steðga skotinum frá 24 ára gamla miðvallaranum, Lasse Johnsen.

Tað kendist sum ein ivasom roynd hjá Mark Jensen í KÍ málinum at bjarga 3-0 málinum, men helst er skotið blokerað og/ella rakt av øðrum spælara, sum síðani gjørdi tað torført hjá KÍ málverjanum at fanga bóltin.

Spælið var ikki nóg neyvt í fleiri støðum og tí manglar helst nakað í, til KÍ kann bjóða liðum sum Malmö FF av. KÍ legði tó javnt trýst á sviiarnar, í teimum støðum har tað var møguligt. Tað er torført at síggja hvør ætlanin var við at leggja høgt trýst so ofta - til dømis til 1-0 málið. Umframt tað, so var tað margháttligt at spæla út til 2-0 málið.

[object Object]- Her verður 37 ára gamli aldursforsetin í KÍ hópinum, Claes Kronberg útskiftur, og inn kemur Patrick Da Silva. (Mynd: Áron Vest)

KÍ hevur verið aftanfyri við trimum fyrr
Tá KÍ nærum framdi tað ómøguliga móti norska liðnum Bodø/Glimt 13. juli í 2022. Eina viku frammanundan hevði KÍ tapt 3-0 á útivølli og hevði sostatt returdystin á heimavølli við Djúpumýru. 

Tað skuldi tó ikki ganga sum KÍ ynskti tað, men tað var ógvuliga nær við. Við brotssparki fekk Bodø/Glimt minkað um munin til 2-1 og fimm minuttir fyri leiklok fekk liðskiparin á KÍ liðnum, Jákup B. Andreasen, økt um munin til 3-1. Eftir hetta hevði heimaliðið fleiri góðar málmøguleikar og restaði lítið í.

Her var sjálvandi talan um ein heilt øðrvísi dyst við aðrari dystarmynd og týdningi, men vert er at hava í huga, at KÍ hevur framt tað, ið sambært flestu fólkum ikki eigur at bera til. 

[object Object]- Her sita tveir av lyklaleikarunum hjá Malmö FF og eygleiða sínar liðfelagar. Til vinstru er liðskiparin, danski Anders Christiansen, og svenski vongbakkurin, Anton Tinnerholm. Teir eru mest sannlíkt ikki við til returdystin við Djúpumýru. (Mynd: Áron Vest)

Hin tólvti maðurin
Hjá Malmö FF valdar ein heilt serstøk fjepparamentan. Við sínum meir enn 18.000 fjepparum, larmaðu teir ógvuliga nógv til dystin týskvøldið. Hetta verður tó avmarkað um eina viku, tí ongin túrur verður samskipaður, frætta vit úr fjepparaumhvørvinum hjá Malmö FF. Fjepparar fara tí at skipa túrar í egnum lagi. 

Í Klaksvík seta tey í Bláu Bylgjuni seg upp til dystin móti Malmö FF. Hjá teimum verður á ongan hátt góðtikið, at útiliðið vinnur uttan fyri vøllin. Fyri KÍ leikararnar er teirra tólvti maður, fjepparaskarðin, tí ein óvikilig og týdningarmikil hjálp. 

[object Object]- KÍ leikarar og hjálparfólk takka teimum umleið 100 áskoðarunum, fyri teirra ótroyttiliga innsats. (Mynd: Áron Vest)

Áðrenn dystin segði formaðurin í KÍ, Tummas Lervig, við Portalin, at hetta fór at vera ein stórur biti at taka. Hann staðfesti eisini, at um liðið er nóg væl fyrireikað, so ber væl til at taka øll av bóli. Hann legði afturat, at tað fór at verða ein torførur dystur. Tó so, so var hýrurin í fyrisitingarliga maskinrúminum hjá KÍ sera góður.

[object Object]- Frá vinstru: formaðurin í KÍ, Tummas Lervig, Rói Clementsen, nevndarlimur og ábyrgdari av sølu og marknaðarføring í KÍ, og Súni Clementsen, fjølmiðlafólk og kontaktpersónur hjá KÍ. (Mynd: Áron Vest)


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 24. juli 2024

41 Leygardagur 27. juli 2024

Fínt avrik og fínt útgangsstøði hjá HB

Leikligt ódnaðarveður fyrstu løtuna, nøkur dýr HB-mistøk í nógva hitanum, men so líðandi betri tamarhald á tí. 2-0 til Hajduk Split undan dystinum í Gundadali

Marko Livaja skorar til 2-0 til Hajduk Split upp á brotsspark (Mynd: Hajduk Split)
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

HB kom í eitt leikligt ódnarveður í nógva hitanum í Split. Teir yvir 30.000 heimáskoðararnir koyrdu á, og tað gjørdi Hajduk Split eisini á vøllinum. Heimaliðið hevði fleiri vandastøður tíðliga, har HB skuldi finna fótafestið.

Leiðslumálið kom eftir 18 minuttir. Horna úr høgru, snitta við fremru stong, og við aftaru stong hugdi Ási Dam meira eftir fótbólti enn dekkaði upp, og so stútaði Filip Uremovic bóltin trygt í netið.

HB um ein háls eina løtu, og eftir 25. minuttir varð Noah Mneney skiftur út. Tað sá ikki út til at hann var skaddur. U21-landsliðsmiðvallarin hevði ikki spælt serliga væl í fyrsta dystinum frá byrjan hjá HB, men alt liðið var í trupulleikum.

[object Object]Sammy Skytte (Savnsmynd: Sverri Egholm)

Sammy Skytte kom inn, og áleið tað fyrsta hann gjørdi, var at hála Hajduk-spælara niður í brotsteiginum. Hálvur tími og 2-0. Ikki heilt óuppiborið, at tvey mál vóru á muni tá, men býtt hjá HB, at tað var eftir horna, har man ikki dekkaði upp og so eftir púra óneyðugt brotsspark.

Næsti tímin var væl frægari. HB kom longur fram á vøllin í løtum eftir steðgin, og hevði støður kring Split-brotsteigin. Tó var tað uttan at gerast heilt vandamikið, og einki skot hjá gestunum rakti málið. Tað tættasta var skot frá Sammy Skytte av brotsteigarmarkinum, sum tó fór nakað omanfyri. Júst Skytte vísti so líðandi sína styrki.

HB vardi eisini betri, og Teitur Matras Gestsson hevði "bert" eina bjarging. Hetta var móti liðið, sum skifti Ivan Perisic inn. Tað sá, í ein mun, út sum, at Split fór eitt gir ella tvey niður. Talan var eisini um fyrsta kappignardystin hjá Gennaro Gattuso og hansara monnum.

Avrikið hjá HB var tó sum heild nøktandi, og úrslitið ger, at ein lítil spenningur er í uppgerðini undan seinnu uppgerðini í Gundadali. Hon verður 1. august. Tá skal liðið hjá Sormani gera so at siga alt rætt fyri at senda kroatiska stórfelagið út. 

UEFA Conference League 2. umfar, fyrri dysturin
Hósdagin 25. juli

Hajduk Split - HB 2-0 (2-0)
19' 1-0 Filip Uremovic (Anthony Kalik)
30' 2-0 Marko Livaja (br.)

HB (4-5-1): Teitur Gestsson - Mathias Voss, Samuel Johansen Chukwudi, Viljormur Davidsen, Ási Dam (46' Ári Mohr Jónsson) - Leivur Fossdal Guttesen (46' Mohammed Samba), Noah Mneney (26' Sammy Skytte), Ejvind Restorff Mouritsen, Hanus Sørensen, Áki Samuelsen (69' Emmanuel Duah) - Mikkel Dahl (69' Jákup Thomsen)

Liðini hittast aftur á Ovara Vølli í Gundadali hósdagin 1. august kl. 20

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 25. juli 2024

42
Leygardagur 27. juli 2024

Gent nær við at geva Víkingi mønustingin

Tey trý málini hjá heimaliðnum í 2. hálvleiki gera, at tað helst verður alt ov tungt hjá Víkingi at veruliga bjóða av um víðari luttøku í næstu viku. 4-1 í Belgia, hóast eysturbúgvar komu frammum

Gent í ljósabláum og víkingar í svørtum (Mynd: KAA Gent)
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

Tað byrjaði so væl hjá Víkingi, ið veruliga loypti hvøkk á. Gestirnir í Gent løgdu seg á odda í 13. minutti eftir hornaspark úr høgru frá Poul Kallsberg. Tá bólturin rakti ein verjuspælara var Jørgen Nielsen til reiðar, og 20-ára gamli áleyaparin skoraði sítt annað mál í Evropa.

Jørgen fekk møguleikan í álopinum fyri Finn Justinussen, og víkingarnir vóru eina løtu í sjeynda himmli. Gent kom tó fyri seg, fór at spæla skjótt, og legði eitt tungt trýst. Tað var sum so í tráð við leikgongdina, at heimaliðið javnaði í 25. minutti, tá vandamikli Hyun-Seok Hong var ísakaldur í brotsteignum.

[object Object]
Vandamikli Hyun-Seok Hong (Mynd: KAA Gent)

Støðan helt sær til steðgin, og hetta var gott útgangsstøði hjá Víkingi. Heimaliðið legði tó út sum eitt ólógi í 2. hálvleiki, og oddaliðið í Betrideildini stóð fyri tað allarmesta í og kring egnan brotsteig, har man skuldi avvísa.

Í 59. minutti varð 2-1 við líknandi máli, sum tað fyrra: Víkingur ruddaði í fyrstu syftu innlegg, og so var Gent fyrst á 2. bólti. Um miðjan 2. hálvleik gjørdist støðan verri: Brotsspark dømt móti Olafi Bárðarssyni, og tað umsetti De Sart trygt: 3-1.

Útfrá í øllum førum tí eina sjónvarpsvinklinum, sá tað út til at vera greitt, at Olaf prikaði bóltin, og at Hong síðani sparkaði beinið á gøtumanninum og tí fekk ilt og fór umkoll. Harvið skuldi dómurin verið fríspark til Víking og ikki brotsspark.

[object Object]
Jóhan Petur Poulsen fekk gult kort í 1. hálvleiki fyri at geva ilt av sær um dømingina (Mynd: Sverri Egholm)

Einki VAR er í 2. umfari í Conference League - um tað hevði verið, so hevði Víkingur helst eisini verið á odda eftir fýra minuttir, tí heldur ivasami íslendski dómarin metti, at tað at málverjin hjá Gent kom flúgvandi út og koppaði tveir av sínum egnu og ein Víking, umframt at hann sjálvur lá eftir á, var fríspark til Gent. Eingin víkingur gjørdi nakað brot móti nøkrum á heimaliðnum. 

Gent vísti til tíðir frálíkar taktir, og var greitt omaná leikliga - hevði bóltin tríggjar fjórðingar av tíðini, hevði 40 skotroyndir tá blokerað skot eru tald við, tólv horna mótvegis tveimum, og Víkingur hevði ikki annað skot á mál enn tað tíðliga í dystinum. Tó kennist tað heldur órættvíst, tá so avgerandi dómar ganga einum ímóti.

4-1 málið eigur bert Víkingur - ella bara Bárður á Reynatrøð. Leirvíkingurin hevur verið besti málverji í Betrideildini í ár, og eins og í Klaksvík í síðstu viku, hevði hann nakrar stórbjargingar móti Gent. Í 88. minutti misti Bárður tó bóltin, tá hann skuldi lofta bleytum innleggi, ið kom beint í hendurnar á honum. Dagsins maður, Hyun-Seok Hong, var til reiðar í málteignum.

Harvið júst sama útgangsstøði sum KÍ undan seinnu uppgerðini í Klaksvík í næstu viku. Hóast Víkingur vísti góðar taktir í løtum og hevði heilt góða ella í minsta lagi fína støðu tríggjar fjórðingar av dystinum, so verður hetta nú helst ov tungt. Tað er ikki nógv, ið bendir á, at tað verður stórur spenningur um, hvør fer víðari: Til tað er Gent ov sterkt.

UEFA Conference League 2. umfar, fyrri dysturin
Hósdagin 25. juli

KAA Gent - Víkingur 4-1 (1-1)
13' 0-1 Jørgen Nielsen (Bergur Gregersen)
25' 1-1 Hyun-Seok Hong (Noah Fadiga)
59' 2-1 Sven Kums (Hyun-Seok Hong)
68' 3-1 Julien De Sart (br.)
88' 4-1 Hong Seok-Hyun (Archie Brown)

Víkingur (4-2-3-1):  Bárður á Reynatrøð - Ari Olsen (90' Signar á Brúnni), Atli Gregersen (L), Arnbjørn Svensson, Bergur Gregersen - Aron Jarnskor Ellingsgaard (78' Ingi Jonhardsson), Geza David Turi - Poul Kallsberg (78' Árni Nóa Atlason), Sølvi Vatnhamar, Olaf Bárðarson (78' Jákup Johansen) - Jørgen Nielsen (65' Finnur Justinussen)

Liðini spæla seinna dystin við Djúpumýru hósdagin 1. august kl. 19.45


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 27. juli 2024

43 Leygardagur 27. juli 2024

Eysturoyarbrak á Tórsvølli ólavsøkudag

B68 bjóðaði av, og NSÍ tók av. Grannarnir seta gongd á seinnu hálvu av Betrideildini mánadagin fyri helst heilt stórari áskoðarafjøld

NSÍ og B68 bresta saman mánadagin - ólavsøkudag (Savnsmynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

Eingin ólavsøku uttan fótbólt. Hetta er í øllum førum tankin hjá nógvum. 

Fleiri av seinastu árunum hevur eingin landskappingardystur verið ólavsøkudag, 29. juli, vegna evropeiska luttøku hjá B36 og HB ella hjá ætlaðu mótsstøðuliðunum.

Í 2022 var ongin dystur ólavsøkuaftan ella ólavsøkudag, tó at AB spældi á Argjum 27. juli, sum vanligt. Nú er AB í 1. deild og spælir ólavsøkudyst á Tórsvølli ólavsøkuaftan klokkan 19.

Samstundis spæla B36 og HB legendudyst á Ovara Vølli, men tann heilt stóri dysturin á ólavsøku verður tann fyrsti eftir summarsteðgin í Betrideildini hjá monnum.

Í fjør skipaði TB, í samstarvi við ÍF, fyri landskappingardysti á Tórsvølli. Hetta var væleydnað, í mun til áhuga og tað fíggjarliga.

[object Object]
ÍF vann 2-1 á TB ólavsøkudag í fjør (Mynd: Jens Kr. Vang)

Nú hevur B68 tikið táttin upp, og sagt ein heimadyst frá sær fyri at fáa ein ólavsøkudyst. Hann verður móti grannunum NSÍ, sum tóku av inn- og avbjóðingini frá teimum hinumegin "Golan heyggjarnar".

Betrideildardysturin verður spældur á Tórsvølli ólavsøkudag, mánadagin 29. juli, klokkan 17. 


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 24. juli 2024

44 Leygardagur 27. juli 2024

Tríggir nýggir leikarar undir Mýruhjalla

Talan er um Emil Rosenberg úr AC Horsens, Atla D. Petersen úr NSÍ og Maxwell Effom

Frá vinstru: Atli D. Petersen, Emil Rosenberg og Maxwell Effom (Mynd: Skála Ítróttarfelag)
SkrivaÐ:

Alda Nielsdóttir

Eftir stuttan summarsteðg er venjingin hjá besta mansliðnum undir Mýruhjalla á Skála aftur byrjað.

Í hópinum eru tríggir nýggjir leikarar komnir til verka, boðar Skála Ítróttarfelag frá. Emil Rosenberg úr AC Horsens, Atli D. Petersen úr NSÍ og Maxwell Effom, ið er leigaður úr 07 Vestur fyri restina av kappingarárinum.

Fyrsti dystur hjá liðnum er 4. august í Gundadali ímóti HB, og venjingardystir verður móti EB/Streymi í dag undir Mýruhjalla.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 25. juli 2024

45 Leygardagur 27. juli 2024

1. deild byrjar aftur á ólavsøku

AB og B71 bresta saman á Tórsvølli ólavsøkuaftan klokkan 19. Hetta eru tvey lið, ið bjóða av um uppflyting

Í 2021 spældu B71 og AB beinleiðis dyst um uppflyting í síðsta umfari. Tann dystin vann AB (Savnsmynd: Olena Goffe)
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

Summarsteðgurin í bæði Betrideildini hjá monnum og 1. deild hjá monnum er av á ólavsøku.

NSÍ og B68 spæla grannabrak á Tórsvølli ólavsøkudag, mánadagin 29. juli, klokkan 17.  Dagin fyri fer næstbesta deildin hjá monnum í gongd aftur - á sama staði. B71 og AB skuldu upprunaliga spæla á Sandi 3. august, men partarnir avráddu at spæla á Tórsvølli á ólavsøku.

Annars hevur AB so at siga altíð heimadyst 27. juli. Í ár stóðu argjamenn til at hava útivøll stutt eftir ólavsøku.

Dysturin hevur stóran týdning fyri liðini, sum bæði jagstra uppflytingarpláss. Í løtuni liggur FC Suðuroy til uppflyting, meðan næstbestu liðini hjá B36 og Víkingi eru í topp-trý.

Harvið stendur tað til at vera ein beinleiðis uppflytari, nú ellivu umfør eru eftir. Í so fall skal liðið á 4. plássi, sum í løtuni er AB, spæla upp-og niðurflytingardyst móti tí næstniðasta liðnum í Betrideildini. B71 er fimm stig aftan fyri AB og hevur ein dyst færri.

1. deild - støðan eftir 16. umfør: 
1. B36 30 stig
2. FC Suðuroy 30 stig
3. Víkingur 29 stig
---
4. AB 26 stig
5. TB 25 stig
6. B71 21 stig *
7. NSÍ 21 stig
8. KÍ 15 stig *
---
9. FC Hoyvík 9 stig
10. HB 9 stig

* Ein dyst færri

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 25. juli 2024

46 Leygardagur 27. juli 2024

17 nýggir UEFA B-venjarar

Í summar hava 17 nýggir venjarar staðið UEFA B-venjaraútbúgvingina

(Mynd: Hans Erik Danielsen/FSF)
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Fríggjadagin 12. juli varð skipað fyri hátíðarløtu á Tórsvølli, í samband við at 17 venjarar hava staðið UEFA B-venjaraútbúgvingina.

Útbúgvingin tekur góðar fýra mánaðar, og inniber undirvísing, skrivligar uppgávur, vegleiðingar og venjingar úti í feløgunum.

– Tað er altíð hugaligt at síggja, at alt fleiri venjarar fara undir útbúgvingarnar, ið FSF hevur at bjóða. Hesaferð fingu vit 17 venjarar ígjøgnum skipanina, og vónandi eru tað fleiri av teimum, ið taka av, nú teir hava møguleikan at fara undir A-venjaraútbúgvgina, sigur tekniski stjórin hjá Fótbóltssambandi Føroya, Pætur Smith Clementsen.

Í løtuni eru trettan luttakarar á UEFA A-venjaraútbúgving hjá FSF, sum endar við próvtøku í heyst.

Næsta UEFA B-útbúgving fer eftir ætlan av bakkastokki í mars komandi ár, meðan tað enn ikki er greitt, nær næsta UEFA A-venjaraútbúgving verður.

[object Object]

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 20. juli 2024

47 Leygardagur 27. juli 2024

Óli Mittún EM-toppskjútti

Við 76 málum í átta dystum gjørdist hoyvíkingurin toppskjútti í U20-endaspælinum

(Mynd: Slavko Kolar / Rokometna zveza Slovenije)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Sum vanligt til slíkar kappingar, so vóru bestu leikararnir heiðraðir eftir U20 EM-endaspælið í Slovenia. Óli Mittún var toppskjútti í kappingini við 76 málum í átta dystum.

Óli gjørdi 76 mál upp á 115 royndir, og hevði harvið eitt skoringsprosent uppá 66,1. Av teimum 76 málunum vóru 27 upp á brotskøst. Óli skoraði 27 av 31 brotskøstum. Tað er eisini vert at leggja til merkis, at Føroyar vóru tað liðið, sum skeyt triðflest mál í kappingini, og at Føroyar hava hægsta skoringsprosentið av øllum londunum í kappingini á 68,8.

Hetta er triðja endaspæl á rað, at Óli Mittún er toppskjútti. Hann var eisini toppskjútti í U18 EM-endaspælinum í 2022 og í U19 HM-endaspælinum í 2023.

Óli Mittún gjørdi 76 mál, meðan normaðurin Patrick Helland Anderson gjørdi 70 og slovenin Nace Zajc 56.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 22. juli 2024

48 Leygardagur 27. juli 2024

U20-menninir endaðu sum nummar 18

Sveis vann leygardagin 35-32, og sostatt endaðu Føroyar sum nummar 18 av teimum 24 liðunum í EM-endaspælinum

(Mynd: Jan Gregorc / Rokometna zveza Slovenije)
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Eftir ein fínan fyrra hálvleik, har Føroyar vóru frammanfyri 19-17, misti føroyska U20 landsliðið í hondbólti takið í seinna hálvleiki, og Sveis vann 35-32 í seinasta plaseringsdystinum. Føroyar endaðu við hesum sum nummar 18 av teimum 24 liðunum í EM-endaspælinum.

Dysturin byrjaði við høgum intensiteti og høgari leikferð. Tað var eyðsýnt, at bæði liðini vildu vinna hendan seinasta dystin og 17. plássið í EM-endaspælinum. Føroyar vunnu seg so líðandi fram um, og vóru frammanfyri so at siga allan hálvleikin.

Sasha Lacok í føroyska málinum var stórspælandi triðja dystin á rað, meðan Óli Mittún eisini allatíðina var vandamikil á álopinum. Hann gjørdi 8 mál í fyrra hálvleiki.

Føroyar eru tað liðið í kappingini, sum hevur havt hægst skoringsprosent av øllum londunum á 69,8, men lógu okkara nakað undir hesum í dystinum móti Sveis. Fleiri av nærskotunum frá vengrunum og strikuni vóru brend. Føroyar hildu tó nøsina frammanfyri og fóru til hálvleiks við tvey máls leiðslu, 19-17.

Seinni hálvleikur minti nógv um seinna hálvleik, tá liðini møttust í fyrsta dystinum í kappingini. Okkara fingu ikki veruliga glið á álopið, og fingu bert 13 mál, í mun til tey 19 í fyrra hálvleiki.

Føroyar spældu fyri tað mesta 7 móti 6, men sveisarar pakkaðu nógv saman í miðjuni, og okkara vengur vóru ikki so hepnir í skotunum. Sveisarar sluppa at verja hart, nærum bardagakent til tíðir. Føroyar høvdu ikki hepni teir seinastu 10 minuttirnar av dystinum, har okkara raktu stengurnar, returbóltar fullu til sveisarar og onkur døming fall ikki í okkara lut. Dysturin glapp til Sveis, sum vann 35-32.

Eftir dystin var Óli Mittún kosin til besta leikara hjá Føroyum í dystinum. Óli var framúr, og gjørdi 12 mál..

Føroyar endaðu við hesum nr. 18 í EM-endaspælinum. Okkara høvdu heilt víst sett nøsina upp ímóti, í minsta lagi topp 16, og harvið einum HM-plássi, men hetta gekk akkurát ikki. Lutakastið og nýggi kappingarleisturin var ikki til okkara frama hesaferð, og føroyingar vóru júst ov stuttir, hóast tað gjørdist til fimm sigrar og bert trý tap í kappingini.

Málskjúttar hjá Føroyum:
Óli Mittún 12 (3)
Ísak Vedelsbøl 6
Høgni Heinason 4
Rókur Ziskason 4
Jákup Egholm 2
Trúgvi Hávardsson 2
Óla Jákup Gaard Olsen 1
Niklas Gaard 1

Málverjar:
Aleksandar Lacok 59 min., 15 bjargingar, 33%
Torstein Sivertsen 1 min.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 21. juli 2024

49 Leygardagur 27. juli 2024

Kjartan og Satchewll gjørt sáttmála við Lemvig-Thyborøn

- Eg haldi tað er eitt spennandi projekt at fáa LTH upp í bestu deildina aftur, sigur landsliðsbakkurin við heimasíðu felagsins. Málverjin heldur, at hetta hóskaði perfekt hjá honum

Kjartan Johansen skal næsta kappingarár spæla við Lemvig-Thyborøn Håndbold (Mynd: Lemvig-Thyborøn Håndbold)
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

Kjartan Johansen skal næsta kappingarár spæla við Lemvig-Thyborøn Håndbold. Hetta skrivaði Portalurin um fríggjadagin - nú hevur felagið endaliga váttað tíðindini.

"Lemvig-Thyborøn Håndbold henter forstærkning til højreback-positionen med færøske Kjartan Johansen, der skifter til klubben på en toårig aftale."

Soleiðis skrivar almenna síðan hjá felagnum í dag. 28-ára gamli strandingurin er sjálvur spentur.

- Eg havi valt at koma til LTH efter eitt gott prát við venjaran, og so haldi eg, at tað er eitt spennandi projekt at fáa LTH upp í bestu deildina aftur.

Lemvig-Thyborøn Håndbold flutti farna kappingarár niður í næstbestu deildina, har ein annar føroyskur høgri bakkur, Vilhelm Poulsen, var í hópinum. Nú skal hoyvíkingurin spæla í Bundesliguni.

Kjartan Johansen sigur, at hann gleðir seg til at spæla í Jysk Energi Arena "fyri fantastisku áskoðarunum".

Seinni kom so fráboðanin um, at eisini føroyski landsliðsmálverjin, Nicholas Satchwell, skiftir úr norskum hondbólti til LTH í næstbestu donsku deildini.

- Eg havi at gerast partur av LTH-liðnum, tí tað hóskar væl fyri meg, bæði ítróttarliga og familjuliga. LTH er eitt felag, sum vil fram og hevur góðar ítróttaligar rammur og ein fantastiskan stuðul, har eg vóni at kunna menna meg víðari sum málmaður. Eg gleði meg til komandi kappingarár og serliga tila tuppliva góða stemning til heimadystirnar, sigur Nicholas Satchwell við felagið.

[object Object]
Satchwell - í nýggja búnanum (Mynd: Lemvig-Thyborøn Håndbold)

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 24. juli 2024

50 Leygardagur 27. juli 2024

Afturvendandi ólavsøkurenningin á skránni í dag

Børnini leggja fyri á Skálatrøð klokkan 18 og tey vaksnu umleið hálvan tíma seinni. Tilmeldingin er nú latin upp

 
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Eingin ólavsøka uttan siðbundnu ólavsøkurenningina, sum Bragdið skipar fyri, og í ár er 27. juli leygardagur, og tá liggur væl fyri at renna við hjá teimum flestu.

Karmarnir um renningina eru á Skálatrøð. Har er slætt og gott at renna og ikki
minst er tað sera áskoðaravinarligt. Fólk úr øllum heraðshornum plaga at luttaka, og
hjá fleiri er hetta byrjanin til ólavsøkuna.

Teinurin hjá teimum vaksnu er 5 kilometrar, og kann tað viðmælast ungum, sum eldri, vandum og minni vandum, at renna við.

Børnini plaga heldur ikki at smæðast burtur, og meira enn eina ferð er tað hent, at
onkur nýggj stjørna stingur seg fram um hini og vinnur óvæntað.

Børnini renna styttri enn tey vaksnu. Teinarnir eru frá 430 metrum til 1,3 kilometrar. Børnini byrja og renna klokkan 18 og tey vaksnu renna klokkan 18.30, ella tá børnini eru komin á mál. Heiðursmerkini hjá børnunum verða handa hvørt, so tey sleppa undan at bíða ov leingi.

- Vit í Bragdinum gleða okkum altíð til ólavsøkurenningina, tí hetta er startskotið til
ólavsøkuna.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 23. juli 2024

51 Leygardagur 27. juli 2024

Talvdystur á ólavsøku

Eins og undanfarin ár fara havnarmenn og klaksvíkingar aftur at telva á ólavsøku

 
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Dysturin verður ólavsøkuaftan kl. 17:45 í hølum Havnar Telvingarfelags ovast í Finsen. Sum vant verður telvað á tíggju borðum.

Havnin og Klaksvík hava størstu breiddina av føroysku talvfeløgunum, og hægsta miðalstyrkital yvir tíggju borð. Feløgini eru tey einastu, sum komandi kappingarár hava tvey lið hvør í bestu deildini.

Telvararnir hava fimtan minuttir hvør til talvið umframt fimm sekund fyri hvønn leikin. Dysturin átti tí ikki at tikið meira enn ein tíma í alt.

Hesir ólavsøkudystirnir millum Havnar Telvingarfelag og Klaksvíkar Talvfelag hava verið siðvenja í mong ár, men eftir ein steðg í nøkur ár, var byrjað av nýggjum aftur í 2021.

Vinnarar:
2023: Havnin
2022: Klaksvík
2021: Havnin

Havnarmenn fara at manna seg soleiðis ólavsøkuaftan:
1. Helgi Dam Ziska
2. Luitjen Akselsson Apol
3. Carl Eli N. Samuelsen
4. Olaf Berg
5. Sjúrður Thorsteinsson
6. Rógvi W. Rasmussen
7. Hjalti T. Jógvansson
8. Herluf Hansen
9. Elias Petersen
10. Óli Joensen

Klaksvíksliðið er ikki endaliga mannað, men higartil hava hesir játtað at vera við: Ólavur Simonsen, Eyðun Nolsøe, Rani Nolsøe, Haldur Suni Johansen, Finnbjørn Vang, Terji Petersen og Tummas Martin Sólsker.

Lítið summarvirksemi

Tað var tann tíð, at føroyskir telvarar vóru fastir fúsir í talvkappingum uttanlands á hvørjum sumri. Soleiðis er ikki longur. Onkur hevur kortini telvað.

Føroyameistarin Luitjen Akselsson Apol var í juni í Andorra í einstaklingakappingini fyri smátjóðir í Evropa. Luitjen endaði nummar fimm av tíggju telvarum í meistaraflokkinum. Luitjen fekk fimm stig av níggju møguligum. Luitjen gongur tretivu ratingstig aftur, so úrslitið var ikki nøktandi.

Stórmeistarin Igor Efimov úr Monako vann, Fred Berend úr Luksemburg, sum er altjóða meistari, var nummar tvey, og Serni Ribera úr Andorra var nummar trý.

Helgi Dam Ziska hevur fyrr vunnið hesa kappingina.

Betur gekst John Rødgaard, sum var við í einari kapping í Eysturríki. Hann endaði nummar tvey, ratinavrikið var 2329, so tað var nøktandi.

Tað frættist, at Rógvi Egilstoft telvar í Spania, men hvussu gingist hevur, vita vit ikki.

Hetta er helst alt liður í venjingum hjá okkara landsliðsspælarum til talvolympiaduna, sum verður í Ungarn í september.

Dagførdur styrkilisti

Bara smærri broytingar eru á føroyska stykilistanum fyri juli, sum altjóða talvsambandið hevur kunngjørt.

Føroyski topp-10 listin er hesin:

1. GM Helgi Dam Ziska (HT) 2553
2. Høgni Egilstoft Nielsen (ST) 2379
3. Rógvi Egilstoft (ST) 2290
4. IM John Rødgaard (VT) 2273
5. Martin Poulsen (HT) 2258
6. Luitjen Akselsson Apol (HT) 2251
7. Ólavur Simonsen (KTF) 2190
8. Jóan Hendrik Andreasen (HT) 2189
9. Flóvin Tór Næs (HT) 2186
10. Carl Eli Samuelsen (HT) 2184

John Arni Nilssen er gliðin av listanum vegna ov lítið virksemi. Tríggir búgva og telva í Danmark; John Rødgaard, Jóan Hendrik Andreasen og Flóvin Tór Næs.

Í alt eru einir 400 virknir føroyskir telvarar.

Tá miðaltalið á fremstu tíggju telvarunum í hvørjum landi verður roknað út, eru Føroyar nummar 78 í heiminum av 184 skrásettum limalondum í altjóða talvfelagsskapinum FIDE.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 25. juli 2024

52 Leygardagur 27. juli 2024

Frakland vertur fyri vetrar-OL í 2030

Í eru olympiskir leikir í Paris, og longu um seks ár koma leikirnir aftur til Fraklands – Vetrar OL í 2030 verður í Provence-Alpes-Côte d’Azur og Auvergne-Rhône-Alpes

(Savnsmynd)
SkrivaÐ:

Alda Nielsdóttir

Í ár verða Olympisku Leikirnir í franska høvuðsstaðnum, Paris, og tá teir eru lidnir, nýtast fraklendingar ikki at bíða alt ov leingi, áðrenn teir aftur fáa OL til landið.

Í vikuni varð nevniliga avgjørt, at Frakland eisini verður vertur fyri vetrar-OL í 2030. Tað verður í fronsku alpunum.

Seinast vetrar-OL varð hildið í Fraklandi var í 1992 í Albertville. Í 2030 verður tað í Provence-Alpes-Côte d’Azur og Auvergne-Rhône-Alpes í Landsynningsfraklandi, skrivar Ritzau.

Næsta vestrar-OL verður í 2026  í Milano og Cortina d’Ampezzo í Italia.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 24. juli 2024

53 Leygardagur 27. juli 2024

Tadej Pogacar setti alt uppá pláss

Slovenin í gulu troyggjuni vísti á síðsta teinum eisini, at hann er nógv tann besti súkklarin í ársins Tour de France

(Mynd: EPA)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Tadej Pogacar er besti súkklarin í Tour de France í ár. Síðsti teinurin varð súkklaður sunnudagin, og 25 ára gamli slovenin vísti, hvør dugur er í honum.

Vinnarin seinastu tvey árini, danin Jonas Vingegaard, royndi alt hann orkaði, maðurin í gulu troyggjuni koyrdi teir 33 kilometrararnar ein minutt og tvey sekund skjótari enn danin.

[object Object]Tíðarkoyringin í Nice var karmur um seinasta teinin í ársins Tour de France (Mynd: EPA)

Áðrenn tíðarkoyringina sunnudagin, var alt meira ella minni avgjørt. Tadej Pogacar vann samanlagt við tíðini 83 tímar, 38 minuttir og 56 sekund. Seks minuttir og 17 sekund framman fyri Jonas Vingegaard.

Tadej Pogacar vann tríggjar teinar í ársins Tour de France, og hetta er triði samlaði Tour de France-sigurin hjá skjóta slovenanum.

[object Object](Mynd: EPA)

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 21. juli 2024

54 Leygardagur 27. juli 2024

Poul Michelsen 80 ár

Fleiri, ið søgdu seg hava skil fyri slíkum, førdu fram, at tað kundi mann ikki, og at tað fór ikki at bera til. Tað visti Poul bara ikki av og við løgtingsvalið í 2011, fekk Framsókn tvey tingfólk

(Savnsmynd: Jens Kr. Vang)
SkrivaÐ:

Nøvn / Framsókn

Mánadagin gjørdist ein kendur havnarmaður 80 ár, og veðrið er slett ikki so galið.

At lýsa, hvat Poul Michelsen hevur avrikað gjøgnum árini, gerst ikki eftir einum degi. Bara vinnuligi parturin av ævisøgu hansara, kom fyri stuttum út í bók í sambandi við, at PM Heilsøla fylti 50 ár.

Poul hevur ongantíð himprast við avbjóðingar, og tað er ikki ov nógv sagt, at hann trívist best í mótbrekku.

Tað gav at bíta í 2011, tá hann sum stigtakari, gekk á odda fyri at stovna Framsókn.

Fleiri, ið søgdu seg hava skil fyri slíkum, førdu fram, at tað kundi mann ikki og at tað fór ikki at bera til. Tað visti Poul bara ikki av og við løgtingsvalið í 2011, fekk Framsókn tvey tingfólk.

Poul var formaður í flokkinum frá byrjan og fram til 2020, tá hann av heilsuávum, tók seg heilt úr politikki.

Í politikki er tað mangan baldrut og við hvørt, tá tað var harður streymur, kundu fleiri av okkum undrast, at hann tímdi at halda á. Tá plagdi hann at taka til: “Tað skal merkjast, at mann livir”.

Orðini tóku vit til okkum og vit fara at gera okkara besta at føra liberala tjóðskaparflokkin Framsókn fram á leið.

Hjartaliga til lukku við degnum Poul

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 22. juli 2024

55 Leygardagur 27. juli 2024

Minningarorð um Eivind Weyhe

Vit starvsfólk á Føroyamálsdeildini vilja við hesum fáu orðum vísa okkara samkenslu

 
SkrivaÐ:

Minningarorð / Starvsfólkið á Føroyamálsdeildini

Viðhvørt virkar tað sum um, at ringitónin á telefonini ljóðar so syrgiligur, serliga tá ið telefonin ringir skeivar tíðir. Og tað var júst tað, sum hendi seinnapartin leygardagin 20. juli 2024. Tá átti arbeiðstelefonin at tiga. Sorgarboð. Boðini vóru, at Eivind Weyhe var farin. Hann doyði hósdagin 18. juli, 82 ára gamal eftir stutta sjúkralegu.

Eivind var vágbingur, føddur flaggdagin, 25. apríl í 1942. Eftir at hava tikið studentsprógv starvaðist Eivind sum læraravikarur eitt nú í Sumba, áðrenn hann fór til Keypmannahavnar at lesa norrøna málfrøði. Í 1979 kom Eivind í starv á Føroyamálsdeildini á Fróðskaparsetri Føroya og starvaðist har fyrst sum adjunktur og síðan sum lektari, til hann gavst fyri aldur fyri nøkrum árum síðani.

Hansara granskingarøki vóru fleiri. Hann hevði serligan áhuga fyri staðarnøvnum og øðrum nøvnum. Hann granskaði eisini í kvæðum og táttum. Høvuðsritgerð hansara á universitetinum í Keypmannahavn var um táttayrking í Føroyum. Eitt triðja granskingarøki hansara vóru málføri. 

Øll hansara granskingarligu áhugamál eru væl skjalprógvað við skrivligum tilfari. Í sambandi við 70 ára føðingardagin í 2012 fekk Eivind eitt heiðursrit, sum starvsfelagar á Føroyamálsdeildini høvdu ritstjórnað. Henda bók við heitinum Eivindaródn. Greinar 1970-2011 við greinum eftir Eivind sjálvan vísir tann víðfevnda fakliga áhugan hjá Eivindi. Á baksíðuni á hesum virðiliga varða stendur m.a. soleiðis:

“Eivindaródn – Greinar 1979-2011 er eitt víðfevnt og djúptøkið íkast til kunnleika og orðaskifti um føroyskt mál og mentan frá einum av fremstu málfrøðingum okkara. Eivind Weyhe hevur í starvi sínum á Fróðskaparsetri Føroya síðan 1979 laðað upp í vitan okkara um ein langan repil av málsligum og skaldskaparligum evnum í føroyskari mentan og styrkt støðið undir framhaldandi føroyskari gransking.”

Henda bók upp á 662 blaðsíður vísir ein hendinga virknan og fjølbroyttan granskara, sum týðiliga vísir tey granskingarligu áhugamálini: Navnafrøði, málføri, málfrøði, kvæði, tættir og sangir.  

Í 2012 fekk Eivind Weyhe virðisløn M.A. Jacobsens fyri yrkisbókmentir fyri bøkurnar Eivindaródn (2012), Hentzesavn – kvæðasavnið hjá Jóannesi í Króki (2011) og Í miðjum grasgarði (2003). Grundgevingin fyri at lata Eivindi henda heiður var, at hesar bøkur eru úrslit av nærlagdari gransking og kunnu brúkast sum tilfar til víðari gransking. 

Eftir at Eivind fór úr starvi, gav hann út tvær áhugaverdar bøkur um nøvn, Fjallanøvn (2020) og Vatnanøvn (2021). Hesar bøkur vísa hansara nærlagni, og tær fingu góð ummæli frá útlendskum navnagranskarum.

Hann var virkin líka til tað seinasta og hevur givið út greinar, eftir at hann legði frá sær. Eitt nú liggja tvær greinar klárar til prentingar, nú hann brádliga andaðist. 

Eivind var deildarleiðari á Føroyamálsdeildini árini 1992-1998 og limur í megindeildar-ráðnum, tann tíð tað var. Hann var formaður fyri Staðarnavnanevndina frá byrjan í 2010, til hann fór úr starvi. Eivind var eisini limur í Málráðnum frá byrjan í 2013 og fleiri ár fram. Hann arbeiddi nógv við Stavsetingarorðabókini, eisini eftir at hann var farin úr Málráðnum, og  hann var við til hátíðarhaldið í Varpinum í Klaksvík, tá ið Stavsetingarorðabókin alment varð tikin í nýtslu fyrr í ár. 

Eivind var heiðurslimur í Magistarafelag Føroya. Í 1983 fekk hann hugskotið at stovna eitt fakfelag fyri tey, sum arbeiddu á granskingarstovnunum, og var við til at fyrireika stovnandi aðalfundin í mai 1984. 

Eivind var tikin úr leikum sum undirvísari. Altíð væl fyrireikaður. Tað eru nógvir studentar, sum hava notið gott av Eivindsa góðu pedagogisku evnum.

Vit starvsfólk á Føroyamálsdeildini vilja við hesum fáu orðum vísa okkara samkenslu. Vit vilja við takklæti og virðing minnast ein góðan starvsfelaga og lýsa frið yvir minnið um Eivind Weyhe. 

Starvsfólkið á Føroyamálsdeildini

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 23. juli 2024

56 Leygardagur 27. juli 2024

Hann hevur lagt seinasta countrylagið á

Tað er sum um, at nógvar av legendunum innan sendingar og arbeiðnum við tónleikinum takka fyri seg, tí nú var eisini boð eftir Peturi Rouch

Petur Rouch (Mynd: Rúni Friis Kjær)
SkrivaÐ:

Minningarorð / Fríðálvur A. Jensen

Tað er sum um, at nógvar av legendunum innan sendingar og arbeiðnum við tónleikinum takka fyri seg, tí nú var eisini boð eftir Peturi Rouch.

Ikki er tað nakað at taka seg aftur í, at í Peturi var so nógv vit lurtarar kundu taka til okkum, tí Petur hevði hesi fantastisku evnini at gera sendingina Rót og Rútmu til nakað, hvørt mansbarn kundi taka til sín.

Ivaleyst eru tað tey, sum ikki eru til countrytónleik, men av tí at Petur hevði hesi serstøku evnini at gera sendingarnar livandi, kundi ein ikki annað enn líka seta seg at lurta.

Serliga vóru tað hesi evnini at leita og finna upphavið og upplýsingarnar, sum eg mangan setti meg at lurta eftir.

Petur má hava brúkt sera nógva tíð til alt hetta, tí eg sjálvur kann minnast frá nógvum ymiskum, at tað er alt avgerandi at leggja so góðar og undirbygdar upplýsingar fram, so lesarin og lurtarin fær nakað gott við sær.

Eitt eg eisini ofta beit merki í var, at Petur hevði eina sera góða og klára útvarpsrødd, og so var eisini nakað serligt við tí ”suðriska”, sum bara var eitt gott krydd.

Tað kundi væl hoyrast, at Petur var til country og tað ið lá um ta sjangruna, men onkuntíð ”snýkti hann seg út um ”bøgarðarnar”, sum so avgjørt gav hansara sendingum nakað gott.

Eg kann ikkki lata vera við at siga, at onkuntíð eru tað persónar, sum hava nakað serligt at bera við sær inn í undirhaldsvirði, so tað er við stórari virðing og takksemi og kann staðfesta, at Petur Rouch var ein av hesum!

Hann hevði júst hesi evnini og brennandi viljan, at gera sínar sendingar til eitt slag av fólkaogn, sum eg neyvan kann ímynda mær bara fara gloymdar aftur við borðinum.

Tá eg onkuntíð plagdi at skriva okkurt um tónleik og annað, so var tað beinanvegin nakað, sum Petur gjørdi seg til part av.

Hann var sanniliga ein, sum vit øll tóku til okkum, tí hann dugdi hetta við tí menniskjaliga og at vísa áhuga.

Eg var sjálvur sera harmur, tá Petur alment seg seg frá sendingini Rót og Rútmu, tí hann gjørdi hetta við eini sokallaðari sál, sum bara átti at vera partur av føroyskum útvarpi.

Tað er við ikki sørt av sorg og eisini stórum takksemi, at eg kann seta orð á og minnast Petur Rouch, tí hann hevur sanniliga sett sín serstaka varða eftir seg!

Takk fyri alt og hvíl í friði.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 23. juli 2024

57 Leygardagur 27. juli 2024

Minningarorð um Lars Mohr Nielsen

Lars. Hvør Lars? Djóralæknin

Lars Mohr Nielsen (Mynd: KVF)
SkrivaÐ:

Minningarorð / Starvsfelagar á Heilsufrøðiligu starvsstovuni

Lars. Hvør Lars? Djóralæknin.

Soleiðis var Lars ofta umtalaður. Við sínum yrki.

Tað er ikki uttan orsøk at so var. Lars Mohr Nielsen var ímyndin av einum djóralækna.

Eftir í nógv ár, at hava havt sína egnu klinikk, kom Lars í starv á veterinerdeildini á Heilsufrøðiligu starvsstovuni í september 2022. Við sínum sterka fakliga profili og drúgvu starvsroyndum, var Lars góður í ráðum, og ein framúr góður embætisdjóralækni.

Lars dámdi sera væl aftur at fáast við alivinnuna, sum hann á yngri árum eisini arbeiddi við. Lars var kendur kring alt landið, og kundi tosað við øll. Hann hevði gott samband við djóraeigarar og fólk í vinnuni annars, og var altíð fúsur at greiða frá.

Hann fall skjótt til á Heilsufrøðiligu starvsstovuni, har hann líka skuldi venja seg við nýggja leiklutin sum embætisdjóralækni. Óansæð uppgávuna, vóru djórini fremst í hansara huga. Ágrýtin, arbeiðssamur, forvitin, ótolin, snarsintur og reiðiligur. Ein einastandandi starvsfelagi.

Sunnudagin bórust tungu boðini um, at Lars púra óvæntað ikki er millum okkum meira. Øll hava vit mist, men missurin er størstur hjá synum, foreldrum og systkjum.

Lars ætlaði sær at halda fram sum embætisdjóralækni nøkur ár afturat, men so skuldi ikki vera. Vit fara at minnast ein vinarligan, arbeiðssaman og dugnaligan starvsfelaga, við hjartanum á rætta stað.

Vit lýsa frið yvir minnið um Lars Mohr Nielsen.

Starvsfelagar á Heilsufrøðiligu starvsstovuni


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 24. juli 2024

58 Leygardagur 27. juli 2024

Herman Lindberg er farin, men ómetaliga nógv stendur eftir

Minningarorð

 
SkrivaÐ:

Minningarorð / Flogbóltssamband Føroya

Allar ítróttagreinar hava sínar eldsálir. Hesi fólkini, sum hava ein serligan mátt, ein serligan vilja, serligar visjónir og tað treisknið, sum skal til fyri at røkka hægstu tindum. Fyri føroyskan flogbólt var Herman Lindberg ein av hesum eldsálum og hartil var Herman ein slóðari.

Stovnaði Flogbóltsfelagið Fleyr:

Herman Lindberg kemur aftur til Føroyar miðskeiðis í 1970 árunum. Hann hevði tá búleikast í Danmark, og hevði tikið flogbólt til sín har. Áðrenn Herman kom heimaftur til Føroyar, var hann longu vorðin eitt kent og leiðandi andlit í donskum flogbólti.

Við sínum evnum, áræði og fullur av orku legði hann bragdliga fyri, tá hann kom heim, og var í 1977 ein av stovnarunum av Fleyr, sum burturav er eitt flogbóltsfelag. Soleiðis var ikki tá, og stutt eftir kom Mjølnir og restin er søga, kunnu vit siga.

Hetta var bara eitt av mongum avgerandi stigum, sum Herman stóð á odda fyri í føroyskum flogbólti.

Íverkseti og fyrsta føroyska oyggjaleikagullið:

Hóast Herman ikki var av hægstu monnum á vøkstri, so var hann eftir tátíðar máti ein av allar bestu leikarum. Og hann helt seg ikki aftur nakrastaðni. Men tað er serliga sum íverkseti vit í flogbóltinum hava nógv at takka Hermani fyri.

Umframt at vera oddamaður tá Fleyr varð sett á stovn, var hann var eisini ein av stovnarunum og fyrsti formaður í Flogbóltssambandi Føroya, sum er stovnað í 1980. Og í hesum leiklutinum skipaði Herman føroyskan flogbólt heilt frá grundini av við egnum feløgum, ungdómskappingum og landskappingum, ungdóms- og A-landsliðum og ikki minst glæsiligum úrslitum á Oyggjaleikum, har hann vann gull við kvinnulandsliðnum á Oyggjaleikunum í 1987 á Guernsey.

Hetta var samstundis fyrsta gullheiðursmerki, sum Føroyska tjóðin hevur vunnið á Oyggjaleikunum.

Altjóða viðurkenning til flogbóltin:

At Herman var slóðari sæst eisini aftur í, at við honum á odda vann Flogbóltssamband Føroya sær altjóða viðurkenning í bæði Evropa ígjøgnum CEV og í alheimsfelagsskapinum FIVB.

Síðani hetta hevur Flogbóltssamband Føroya verið virkið í hesum felagskapum, og hevur heystað nógv góð úrslit og nógva viðurkenning.

Í føroysku flogbóltsfamiljuni kenna vit Herman sum Fleyr'ara. Har var eingin ivi um tað. Hjartað bankaði fyri Fleyr, sum hann líka til tað síðsta stuðlaði fult og heilt. Hóast Fleyr'ari um ein háls, var Herman víðskygdur sum fáur, og øll feløg og allir leikarar fingu ágóðan av hansara visjónum og arbeiði. Hann var meira enn Fleyr. Nógv meira.

Sum vera man, var Herman ikki líka virkin seinnu árini, men til størru tiltøkini var hann altíð til staðar. Til steypafinalur, avgerandi dystir, landsdystir og so framvegis. Og eisini til ungdómskappingar sum Flogbørn, sum Herman var so serliga fegin um.

Og Herman hevði sínar meiningar. Hann var raskur at rósa, men hann var líka greiður og kontantur, tí ið eitthvørt var, sum honum ikki hóvaði, ella sum hann helt átti at verið øðrvísi. Soleiðis var hann, líka til tað síðsta.

Ein slóðari er farin, men so ómetaliga nógv stendur eftir teg Herman til onnur at byggja víðari á. Tú var við til at leggja at kalla allar grundarsteinarnar í føroyskum flogbólti.

Og soleiðis fara vit altíð at æra, takka og minnast Herman Lindberg, sum nú hevur lagt hendur saman fyri seinastu ferð og er farin í annað ljós.

Vit lýsa frið yvir minnið um Herman Lindberg.

/Flogbóltssamband Føroya

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 25. juli 2024