Lat aftur Yvirlit list articles in edition

Leygardagur 03. august 2024 | Nr. 31 | Árgangur 5 | Kr. 0,00

Árni og KÍ vunnu - Malmö fer víðari

SíÐa 36

1 Leygardagur 03. august 2024

Góðan lesihug og gott Vikuskifti

Nýggj útgáva hvønn leygarmorgun kl. 7

Oddagrein

Aftur í longda summarferiu

Viðgerðin av ólavsøkurøðuni hjá løgmanni er av. Tað mest óvæntaða í okkara oyrum, sum hendi í tinginum var, at tá løgmaður hevði havt orðið sum endi á viðgerðini, skuldi framløga vera á skránni, men har var onki hjá løgtingsformanninum at leggja fram (tað var ein næstformaður, sum sat á tingforfólkasessinum).

So hann kundi ikki siga nær næsti tingfundur verður – ‘tað verður fráboðað á vanligan hátt’.

Altso, hóast trivaligur løglisti varð lagdur fram saman við løgmansrøðuni, so hevði landsstýrið og samgongan onki upp á hjartað, sum tey vilja hava løgtingið at viðgera og samtykkja – enn í hvussu so er.

Altso, altso: Eftir at løgtingið hevur hildið frí síðan 23. mai, kann summarferian hjá løgtingsfólkunum til 50.000 krónur um mánaðin, halda fram – í prinsippinum heilt til fíggjarmálaráðið kemur við sínum uppskoti til fíggjarlóg fyri 2025 um tveir mánaðir.

Harvið sendir samgongan eitt tekin um, at hon heldur ongar ætlanir hevur um at effektivisera tingarbeiðið, so at ikki allar viðgerðirnar fella í ein klump á náttartíð undan nýggjárinum og áðrenn farast skal aftur í summarfrí.

Ein kundi næstan hildið, at talan var um eitt samskipað átak, at Sambandsflokkurin kallaði inn til tíðindafundar at greiða frá nýggja átaki sínum, kallað Nýtt Samband, áðrenn setanarrøðan hjá løgmanni hevði fingið viðgerð á tingi.

Tí tað eru fullveldisfólk, sum øtast yvir, hvussu reinsað løgmansrøðan var fyri politiskum boðskapum á fullveldisleið, hóast flokkurin Tjóðveldi eigur sín stóra leiklut í samgonguni.

Hetta samstundis, sum løgmaður í síni áheitan um fleiri breiðar semjur í føroyskum politikki, helt fyri, at ósemjurnar um loysing/samband eiga at vera lagdar til viks fyri heldur at “...savna okkum tað, ið vit eru samd um. Annars koma vit ikki úr stað”.

Løgmaður vil ikki einans hava løgtingslimir til at ‘syngja meira í kór’ í teirra politiska virki. Hann proklameraði eisini, at “tíðin er farin frá blokkpolitikki”.

Jútakk, tað hava vit eisini oftani víst á her á síðuni. Men sjálvandi er tað sum at veipa við reyðum klæði fyri tarvi hjá fólkafloksfólkum, ið kenna seg tilsíðissett av javnaðaðinum, tá løgmaður hevur hildið fast við, at hann ikki ynskir samstarv við hendan flokkin – samgongusamstarv, væl at merkja.

Nú tykist javnaðarformaðurin hava lært, at honum ikki nýtist at siga tað, hóast tað er tað hann meinar og ætlar. Onkursvegna hevur bróðursonurin í Fólkaflokkinum fingið løgmann til at orða seg øðrvísi – tað sóðu vit í Degi & Viku í gjárkvøldið.

Tær nýtist ikki at siga tað akkurát, sum tú meinar tað. Tað kundi Sambandsflokkurin kanska eisini lært av. Tí tað er eitt sindur óheppið at kalla nýggja politiska útspælið fyri “Nýtt Samband”. Um endamálið er at fáa fatur á nýggjum veljarum og samstundis royna at grundgeva fyri egnum veljarum, hvør politikkurin nú er – so OK, kanska.

Men um flokkurin veruliga ynskir at fáa aðrar flokkar at fylgja sær á hesi kósini, so áttu tey at funnið upp á eitt annað heiti. 

SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

  • Blaðið

    Stovnað 2020

    Útgevari: Knassar

    Upplag: 3281

    Lisnar síður: 9450

    Dagført 10. hvørt sekund
  • Samband

    tel. 20 80 80

    [email protected]



    Ingi Samuelsen

    Redaktørur

    [email protected]

    tel. 22 22 73


  • Borgar Kristiansen

    Lýsingarráðgevi

    [email protected]

    tel. 23 66 01

2 Leygardagur 03. august 2024

Kroatiskir hooligans skaptu ótta í býarlívinum

Av teimum kanska 400 fótbóltsfjepparunum, sum komu at hyggja eftir dystinum á Tórsvølli hóskvøldið vóru rættiliga nógvir, sum bert eru úti uppá at skapa balladu

Soleiðis sær út í Gríms Kambandsgøtu í dag
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

Skeinkistøðini í Havn, sum mikukvøldið høvdu vitjan av kroatum, ið vóru komnir higar at hyggja eftir fótbólti, vóru rættiliga skelka av atburðinum hjá nøkrum av hesum áskoðarum.

- Teir uppførdu seg so ófantaliga, at vit gjørdust bangin fyri teimum. Teir vóru hóttandi og bert úti upp á at skapa illstøður og at oyðileggja. Vit valdu at steingja, tí vit tordu ikki at hava opið.

Soleiðis greiðir Gurli Niclasen, leiðari á Irish Pub og Glitnir, frá.

Roykja feitar og sniffa banar uttanfyri

Aftur hósdagin høvdu tey trupulleikar av hesum áskoðarunum.

- Vit vilja ikki hava hesar kroatar inn til okkara. Vit hava tí valt at seta ein vaktarmann í dyrnar, og hesum loyvir einans kendum kundum – føroyingum – inn. Vit hava jú nógvar kundar, sum koma til okkara í dagin fyri at keypa sær kotelett, greiddi Gurli frá undan dystinum hósdagin.

Á Glitnir hava tey eina kenslu av, at tað ikki er tann stóra hjálpin at fáa frá løgregluni. Løgreglan var tilkallað nakrar ferðir í gjárkvøldið, men teirra innsatsur hjálpti so at siga einki.

Hósdagin sótu kroatarnir eina løtu uttan fyri skeinkistaðið í Lítluvík og nutu egnar vørur, og tað er ikki bara drekkandi, men eisini roykjandi og sniffandi. Teir framdu eisini beinleiðis herverk, við at skriva veggjakrutl við kroatiskum herrópum upp á hús og garðar í grannalagnum.

- Tá løgretlan fekk boð um hetta fingu vit einans boð um, at teir kanska kundu koma, um teir fingu stundir, segði leiðarin á Irish Pub og Glitnir.

[object Object]Veggjakrutl teknað upp á Irish Pub

Bara úti eftir at skapa rok

Eisini skeinkistaðið Sirkus hevði somu upplivingar mikukvøldið. Tey kendu seg ótrygg, og valdu at lata aftur.

- Vit fingu eina ávaring um at teir fóra at koma til okkara, tá Glitnir hevði latið aftur.

- Og so var. Tað var týðuligt, at hetta vóru menn, sum einans vóru úti upp á at skapa rok. Tí valdi vit eisini at steingja – snøgt sagt, fyri at sleppa undan harðskapi og vandalismu, sigur Sunneva H. Eysturstein, eigari av Sirkus.

[object Object]
Opinlýs kokain-nýtsla uttan fyri Glitnir

- Síggja allir líka út og hava sama gongulag

Hon leggur eisini afturat, at tað bert eru nakrir av hesum kroatisku fótbóltsfjepparunum, sum høvdu ein hóttandi og ógvusligan atburð.

- Tað undarliga er, at teir allir eru skallutir, í svørtum klæðum og hava sama gongulag, sigur Sunneva H. Eysturstein.

Sirkus hevði tá enn ikki latið upp, og støða var ikki tikin til, hvussu gerast skuldi um kvøldið, at ógvusligu kroatisku áskoðararnir aftur vóru væntandi í býnum.

- Men eg rokni við, at vit fara at steingja Sirkus áðrenn áskoðararnir koma oman í býin, segði Sunneva H. Eysturstein, sum saknar, at støðini, sum virka í býarlívinum ikki verða betri ávarað og fyrireika upp á støður sum hesar.

- Her burdi okkurt verið gjørt, so vit vóru betri fyrireikað til líknandi støður í framtíðini, sigur hon. 


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 01. august 2024

3 Leygardagur 03. august 2024

- Løgreglan er fyrireikað

Eyka fólk vóru kallað inn í sambandi við dystin hóskvøldið, og ófriðin, ið møguliga kundi væntast í Havn eftir dystarlok

Steen Nørskov, sjefpolitiinspektørur
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

Steen Nørskov, sjefpolitiinspektørur, harmast um, at borgarar kenna seg ótryggar og lovar, at løgreglan ger tað, sum er neyðugt fyri at skapa tryggleika í býnum. Hetta sigur hann í viðmerking til støðuna, sum skeinkistøð í Havn vóru komin í, nú tey ikki tordu at hava opið av ótta fyri ógvusliga atburðinum, hjá nøkrum kroatiskum áskoðarum, sum vóru komnir fyri at síggja dystin millum HB og Hajduk Split.

- Eru tað borgarar og fyritøkur, sum kenna seg hótt av, at fólk vísa eina órógvandi atferð, so mugu tey boða okkum frá, og so gera vit tað, sum neyðugt er, sigur sjefpolitiinspektørurin.

Kroatia hevur sent ‘spottarar’

Hann sigur, at løgreglan er vitandi og fyrireikað um, at tað eru ávís element saman við kroatisku áskoðarunum, sum hava ein heilt serligan – bizaran – atburð.

- Londini arbeiða saman, tá talan er um hooligans. Vit fáa at vita hvussu nógvir av hesum slagnum eru við og hvussu teir plaga at uppføra seg. Vit arbeiða tætt saman við kroatiska løgreglu í sambandi við dystin, og í hesum sambandi hevur kroatiska løgreglan eisini sent tvey fólk til Føroya, at eygleiða áskoðararnar – sokallaðir spottarar, greiddi Steen Nørskov frá.

Sjefpolitiinspektørurin sigur eisini, at eyka fólk vóru kallað til arbeiðis í sambandi við fótbóltsdystin millum HB og Hajduk Spit á Tórsvølli hóskvøldið. Hvussu nógv, vildi hann ikki upplýsa.

Uppgávan hjá løgregluni er at halda skil á tí, sum gongur fyri seg uttan fyri leikvøllin. Felagið, sum eigur dystin, í hesum føri HB, hevur ábyrgdina av, at neyðugt vaktarhald er inni á leikvøllinum, og at gestaáskoðarar og heimaáskoðarar eru atskildir frá hvøjum øðrum.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 01. august 2024

4 Leygardagur 03. august 2024

Hóast opinlýsta kokainnýtslu er eingin handtikin fyri tað

Sjefpolitiinspektørurin hevur sæð myndina av kokainnýtsluni uttan fyri Glitnir, men tað ber illa til at eyðmerkja mannin

Soleiðis sá út uttanfyri Glitnir í gjár
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Tað mundu vera fleiri sum hvukku við, tá tey á Portalinum hósdagin sóu mynd av einum kroatisku fótbóltsfjeppara, sum uttan fyri Glitnir, gjørdi klárt til at sniffa tað, sum at síggja til eru hørð rúsevni.

Steen Nørskov, sjefpolitiinspektørur, hevur sæð myndina, men sigur við útvarpið, at tað ikki hevur borið til at eyðmerkja mannin á myndini, og tí er eingin handtikin.

Kroatisku fótbóltsfjeppararnir hava sett veruligan dám á býin seinastu dagarnar í sambandi við dystin millum HB og Hajduk Split á Tórsvølli hóskvøldið.

Teir vóru einir 300-400 í tali, og høvdu ófantaligan atburð. Sum skilst royktu teir eisini hassj á Tórsvølli.

[object Object]

Sjefpolitiinspektørurin sigur, at tað er ivasamt, hvusu fótbóltsfjeppararnir hava fingið fatur á rúsevnunum. Tað var nevniliga ikki nakar illgruni um, at teir høvdu nakað uppi á sær, tá teir komu til landið.

Sambært Degi og viku, segði UEFA í eftirmetingini eftir dystin, at HB og FSF høvdu gjørt sítt arbeiði til lítar, og at einki var at finnast at í sambandi við trygdina. Hajduk Split fær bót fyri tey brot, sum teirra fjepparar hava framt á Tórsvølli.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 02. august 2024

5

Størv

Arbeiðsfólk til kassavirkið á Glyvrum

Meira Umsóknarfreist: 15. november 2024

Stjóri til Tjóðpall Føroya

Meira Umsóknarfreist: 01. desember 2024

1. og 2. stýrimaður til Smyril Line

Meira Umsóknarfreist:

Nordiska ministerrådet söker Kontorschef till Riga

Meira Umsóknarfreist: 11. november 2024

Kt-umsitari til KT Landsins

Meira Umsóknarfreist: 22. november 2024

Arbeiðsleiðari til tunnilsarbeiði

Meira Umsóknarfreist: 11. november 2024

Sjúkrarøktarfrøðingur til Fyribyrgjandi Heimavitjanir

Meira Umsóknarfreist: 18. november 2024

Juniormeistari til Smyril Line

Meira Umsóknarfreist: 31. desember 2024

Skipanarumsitari til Føroya Tele

Meira Umsóknarfreist: 18. november 2024

Heilsuhjálparar til Heimarøktina í Roðanum

Meira Umsóknarfreist: 14. november 2024

KJ søkir elektrikara og/ella automatikmekanikara

Meira Umsóknarfreist: 15. november 2024

Nordiska ministerrådet söker Kontorschef till Vilnius

Meira Umsóknarfreist: 11. november 2024
6 Leygardagur 03. august 2024

Løgmaður mælir til breiðar semjur á tingi

Langtíðarhaldføri er størsta avbjóðingin komandi árini, og til tað krevjast langtíðarloysnir – har allir flokkar vera við

(Mynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

Aksel V. Johannessen, løgmaður, helt sína aðru røðu sum løgmaður í hesum umfari, tá løgtingið varð sett ólavsøkudag, mánadagin.

Við útgangsstøði í føroyska samsanginum – bæði tí, sum børnini sungu á trappuni í Vágsbotni í gjár, sum kórsangarar sungu á Tinghúsvøllinum fyri løtu síðani, og sum alt Føroya fólk fer at syngja á Vaglinum í nátt – lýsti hann málini fyri politikkinum komandi tíðina.

Tá sungið verður, ‘hoyrist eingin, og tí hoyrast øll. Tað er fleirraddað, men kortini samfelt – og altíð í breiðari semju’

Tíðin farin frá blokkpolitikki

Soleiðis vónar løgmaður eisini, at politikkurin kann loysast í breiðari semju í framtíðini.

- Tíðin er farin frá blokkpolitikki, tí summi mál eru ov stór til flokspolitiska togtogan. Ov breið til einstaklingaprofilering. Vit mugu vera meiri sum ólavsøkukórið, ið stendur sum ein, tá ið um ræður. Fleirraddað, men samfelt, segði løgmaður, og nevndi serliga avbjóðingina við langtíðarhaldføri landskassans.

Løgmaður staðfesti, at landskassin ikki er haldførur, eitt nú tí at tað alsamt gerast færri, sum ikki arbeiða, og færri, sum arbeiða. Hesum broyttu fortreytunum má samfelagið laga seg eftir.

Langtíðarhaldføri krevur langtíðarloysnit, og tí mugu allir flokkar vera við, segði løgmaður.

[object Object]
(Mynd: Sverri Egholm)

Vil lætta um gerandisdagin

Hann nýtti eisini at vísa á nøkur mál, sum samgongan hevur fingið loyst, og sum hevur lætt um gerandisdagin – onkur teirra í breiðari semju eisini. Herímillum skattalætti og lønarlyft.

Og hann nevndi eisini ætlanir um at lætta enn meira um gerandisdagin, millum annað, at ætlanin er at sstrika meirvirðisgjaldið á breyði, mjólk, frukt og grønmeti.

Eisini eru ítøkiligar ætlanir at loyva kommunum at taka gjald fyri tóm hús og at loyva áseting um bústaðarskyldu á nýggjum búsetingum. Hetta fyri at bøta um møguleikan hjá nýggjum familjum – eisini tilflytarum – at seta fót undir egið borð.

- Tilflytingin má stýrast

Tilflytingin av útlendingum fekk eisini gott pláss í løgmansrøðuni, og her varð staðfest, at vit nú nærkast markinum fyri, hvat landið megnar at taka inn av fremmandum fólki.

- Tilflytingin má stýrast. Tað mugu ikki koma fleiri útlendingar inn í landið, enn vit megna at integrera, segði løgmaður.

Aðrar ætlanir á politiska økinum er at skipa so fyri, at størri partur av burturkastinum verður skildur við jús og hjá fyritøkunum, og at uppaftur meira verður endurnýtt.

Eisini skal náttúran gagnnýtast betri, so at vit kunnu gerast meira sjálvbjargin.

- Latið okkum økja um útboðið av føroyskum matvørum og eggja føroyingum til at eta stuttflutt, ljóðaði ein av áheitanunum frá løgmanni, sum eisini greiddi frá, at arbeitt verður við heildarætlan, ið skal menna matvørur og nýggjar matvinnur í Føroyum.

- Málið er at framleiða fleiri landbúnaðarvørur, økja um lønsemið og mótstøðuførið í vinnuni og fáa skynsamari lendisbrúk, segði Aksel V. Johannesen.

Løgmaður mælti eisini til breiðar semjur, tá tað snýr seg um at fáa meira skynsaman fiskiskap.

Øll ólavsøkurøða løgmans sæst her


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 29. juli 2024

7
Leygardagur 03. august 2024

Myndir frá ólavsøkuni 2024

Myndir frá tveim væleydnaðum ólavsøkudøgum í Havn

(Mynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

 [object Object]
Mouritz Mohr setti ólavsøkuna undir tinghúsinum

[object Object]

[object Object]

[object Object]

[object Object]Bjørt Samuelsen, løgtingsforkvinna, og Jógvan Fríðriksson, biskupur, undan ólavsøkuskrúðgonguni

[object Object]
Marjun Lómaklett helt ólavsøkuprædikuna í dómkirkjuni

[object Object]Leif Hansen stjórnaði stóra ólavsøkukórinum í ár

[object Object]

Fleiri ólavsøkumyndir eru at síggja her:

Ólavsøkan sett

Middagssangur á trappuni

Kappróður á ólavsøku

Milli fer eisini í føroysk klæði á ólavsøku

Skrúðgonga og gudstænasta

Stóra ólavsøkukórið savnaði nógv fólk



Greinin varð fyrstu ferð løgd út 03. august 2024

8 Leygardagur 03. august 2024

Sambandið vil hava sjálvstýri

Eldhugaði samríkisflokkurin vil staðfesta, at Føroyar eru eitt sjálvstýrandi land í danska ríkinum

(Mynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

"Nýtt Samband” kallast nýggja útspælið hjá Sambandsflokkinum.

Eftir í longri tíð at hava tosað um at nýmótansgera og dagføra ríkisfelagsskapurin, hevur Sambandsflokkurin nú orðað ein nýggjan politikk fyri, hvat flokkurin ætlar í ríkisfelagsskapinum.

Bárður á Steig Nielsen, floksformaður, legði politikkin fram á tíðindafundi í Norðurlandahúsinum fyrrapartin mikudagin.

Sambandsflokkurin er framvegis ein samríkisflokkur, sum gongur inn fyri felags kongshúsi og at Føroyar sum nakað sjálvsagt framhaldandi skulu hava umboðan á Fólkatingi.

[object Object]

Men Sambandsflokkurin heldur nú, at Heimastýrislógin frá 1948 eigur at avloysast av eini sjálvstýrislóg, har ávís týðandi viðurskifti verða staðfest, so at viðurskiftini landanna millum verður í tráð við veruleikan í dag.

Føroyar skulu vera eitt sjálvstýrandi land í ríkinum, sigur flokkurin nú.

Meira um "Nýtt Samband" her

Stórrættarfyrimunir og rættartrygd

- Tí skal gerast greitt, hvørjar fortreytir framhaldandi skulu vera galdandi í einum nýggjum ríkisfelagsskapi. Hesar fortreytir eru grundaðar á stórrakstrarfyrimunir og annars yvirskipaða rættartrygd.

Hesi mál verða listað sum mál, ið framhaldandi skulu vera felagsøki:

  • Grundlóg
  • Gjaldoyra
  • Kongshús
  • Rættarskipan
  • Politi, ákæruvald og kriminalforsorg
  • Uttanríkis-, trygdar- og verjupolitikkur (partvíst)

Høvuðssetningarnir í nýggja politikkinum snúgva seg um

  • Uttanríkis-, trygdar- og verjupolitikk
  • Lógarkarmarnar í ríkisfelagsskapinum
  • Ríkisveitingina

Viðvíkjandi uttanríkis-, trygdar- og verjupolitikkinum staðfestir Sambandsflokkurin, at tørvur er á eini nýskipan av ríkisfelagsskapinum, har uttanríkispolitiska rásarúmið hjá Føroyum verður víðkað í enn størri mun, har politikkurin hjá ríkinum verður lagdur í fastar rammur, so at tað ongantíð er ivi um hvør hevur avgerðarrættin í síðsta enda.

Lættari at fáa altjóða limaskap

Uttanríkispolitikkurin skal tí býtast í tvey, har staðfest verður, hvørjar avgerðir liggja í Føroyum, og hvørjar eru felags.

- Tann føroyski parturin av uttanríkispolitikkinum skal vera á føroyskum hondum, og hetta skal staðfestast við tí, sum bert viðvíkir okkum – tað eru altjóða- og millumtjóða felagsskapir, fiskiveiðiavtalur og handilsavtalur.

Við at fáa hetta staðfest roknar Sambandsflokkurin, at tað verður lættari hjá Føroyum at fáa limaskap í altjóða felagsskapurin.

Í øðrum lagi skal felagspolitikkurin staðfestast, so føroyska og grønlendska stjórnin verður tikin við í uttanríkis- og verjupolitiskum viðgerðum.

Sambandsflokkurin mælir í hesum sambandi til at broyta Stýrisskipanarlógina, soleiðis at uttanlandsnevnd løgtingsins verður umboðað eftir lutfallinum í løgtinginum, og at landsstýrismaðurin við uttanríkismálum fær ábyrgdina av at kunna uttanlandsnevndina um uttanríkispolitisk mál av týdningi, eins og skipanin er á fólkatingi.

[object Object]

“Eitt sjálvstýrandi land í ríkinum”

Heimastýrislógin skal eisini avloysast av eini nýggjari sjálvstýrislóg, sum skal:

- ...skapa nýggju karmarnar fyri Føroyum, sum eitt sjálvstýrandi land í ríkinum. Lógin skal staðfesta, at um Føroyar ynskja at loysa seg úr felagsskapinum, so eru tað føroyingar sjálvir, sum avgera tað. Teir nýggju føstu karmarnir fyri uttanríkis-, trygdar- og verjupolitikkin skulu staðfestast í lógini. Uttanríkispolitiska heimildarlógin skal setast úr gildi.

Viðvíkjandi ríkisveitingini sigur flokkurin:

- Fyri Sambandsflokkin er tað týdningarmikið at staðfesta, at tað ikki er ríkisveitingin, sum smilmarkar okkum sum flokk. Hinvegin, ynskja vit ikki at spæla hazard við vælferðini og haldførinum í Føroyum.

- Sambandsflokkurin vil, at so hvørt sum málsøki verða yvirtikin, taka vit fulla fíggjarliga ábyrgd. Har sum vit valda, skulu vit gjalda.

Dansk-føroysk kommisión skal orða uppskot

Við hesum í huga vil flokkurin nú royna at fáa niðursett eina kommisjón, mannað við umboðum úr Føroyum og Danmark, sum skal arbeiða við at orða nýggju heimastýrislógina, og hetta verður helst eisini tað fyrsta, sum flokkurin fer at leggja orku sína í, kom fram á tíðindafundinum.

Upp á fyrispurning segði Bárður á Steig Nielsen, at Sambandsflokkurin ikki hevur brúkt onnur lond sum fyrimynd í arbeiðinum at orða henda politikkin. Um hvussu Føroyar kunnu uppnáa limaskap í altjóða felagsskapum við hesi ætlan Sambandsfloksins, segði floksformaðurin, at flokkurin roknar við, at tað verður lættari, tá tað verður staðfest í felags sáttmála millum Føroyar og Danmark, at Føroyar nú eru eitt sjálvstýrandi land í ríkinum.

Eitt land ella eitt øki

Ivi varð sáddur um hetta á tíðindafundinum.

Eitt nú vísti fyrrverandi framsóknar- og fólkaflokspolitikkarin og núverandi advokaturin, Janus Rein á, at í sambandi við at hann sum advokatur hevur arbeitt við at veita føroyskum ítróttasambandum altjóða viðurkenning ongantíð hevur eydnast honum at finna nakað dømi um, at onnur lona hava viðurkent og eiheldur umrødd Føroyar sum “eitt land”.

- Allur heimurin umrøður okkum sum “eitt øki”. Tað eru bara vit sjálvi, sum umrøða okkum sum “eitt land”, staðfesti Janus Rein, og fyrrverandi løgmaður og formaðurin í Sambandsflokkinum svaraði:

- Fyri okkum hevur tað ongantíð verið nakar ivi um, at Føroyar eru eitt land, og tað er tað, sum vit vilja staðfesta við hesum nýggja politikkinum. 


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 31. juli 2024

9 Leygardagur 03. august 2024

- Óvist um sonurin verður til at kenna aftur

Mamma til 20 ára gamlan drong, sum var fyri harðskapi á Tórsfest, er skelkað um, at fólk valdu at filma hendingina heldur enn at hjálpa

Mynd tikin av telduskíggja á Skejby sygehus. Brotið á kjálkabeininum sæst týðuligt (Privat mynd)
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

Tað er hugstoytt hjá eini mammu, ið júst hevur fingið son sín heim aftur eftir at hava fingið knúst andlitið í fillur, at lesa á miðlunum at illgerðarmaðurin sleppur at hugna sær á ólavsøku sum um einki var hent.

Talan er um mammuna til drongin, sum undir Tórsfest konsertini fríggjakvøldið/leygarnáttina varð offur fyri harðskapi av grovum slag. Illgerðarmaðurin verður helst ákærdur eftir høðru harðskapsgreinini, kundi løgreglan boða frá í gjár, samstundis, sum upplýst var, at ‘órættaði hevði brotið kjálkabeinið’.

Les: Harðskapsmaður verður ikki órógvaður á ólavsøku

Veruleikin er tann, at hesin ‘órættaði’ var so illa komin til skaða, at hann mátti flytast niður til Danmarkar leygardagin fyri at ‘seta andlitið samanaftur’. Enn er óvist um drongurin fær sína vanligu útsjónd aftur.

Komnir til Føroya saman kvøld

Mamman, Evi Hallursdóttir Klejstrup, greiðir frá, at drongurin, sum er búsitandi í Danmark, sama dag var farin til Føroya saman við einum donskum vinmanni at halda feriu og ólavsøku hjá pápa sínum.

Sama kvøld, sum teir komu, fóru teir á Tórsfest saman við einum systkinabarni. Tað var einaferð út á kvøldið ella náttina, tá tey trý skuldu fara at keypa sær øl í einum av skeinkitjøldunum í Vágsbotni, at illstøða kom í millum teir báðar dreingirnar og ein annan persón.

Hesin triði persónurin hevði hug at prika til gentuna – systkinabarnið, sum fylgdust við teimum – og dreingirnir bóðu viðkomandi lata gentuna fáa frið.

Júst hvat er hent teirra millum er ikki heilt greitt, men sum skilst fór hin sín veg, men kom eftir eini løtu aftur saman við sjey vinmonnum, og tá byrjaði harðskapurin.

Filmaðu heldur enn at hjálpa

Bæði tann 20 ára gamli og danski vinmaðurin vórðu slignir og bukaðir, tað gekk tó álvarsligari út yvir føroyingin. Meðan tveir hildu dananum, helt harðskapurin fram, so ógvusliga, at kjalkabeinið fór í knús umframt aðrar skaðar á høvur og kropp.

Her skal sigast, at frágreiðingina hava vit einans frá mammuni, sum hevur tosað við son sín, hóast hann illa fær tosað, men eisini við hini sum vóru við honum og við onnur vitni.

- Tað, sum eg eri mest skakað yvir er, at drongurin ikki fekk nakra hjálp, hóast fleiri fólk sóu tilburðin. Heldur enn at hjálpa honum, tóku tey film av hendingini.

- Tú kanst ímynda tær hvussu skelkandi tað er at verða ringd upp av soninum klokkan hálvgun fýra um morgunin. Hann fekk nærum ikki tosað, men ringdi til mín, tí hann visti ikki síni livandi ráð, greiðir Evi Hallursdóttir Klejstrup frá.

[object Object](Privat mynd)

Fluttir til Danmarkar

Drongurin kom á landssjúkrahúsið, men her var mett ráðiligt at fáa flutt drongin til danskt sjúkrahús.

Sostatt gjørdist ólavsøkuferðin hjá teimum báðum ungu monnunum stutt og rættiliga óbehagilig.

Á Skejby sygehus er drongurin nú viðgjørdur – “boltaður saman í andlitinum”, sum mamman málber seg.

Tað hjálpti heldur ikki, tá mamman í miðlunum kundi lesa, at illgerðarmaðurin ikki varð tikin av løgregluni enn, men slapp at halda ólavsøku – eftir øllum at døma tí løgreglan ikki hevði stundir at taka sær av málinum fyrr enn eftir ólavsøku. Og heldur ikki, tá mamman fekk sendandi filmsbrot av illgerðarmanninum, sum, pyntaður í tjóðbúna, hugnaði sær á ólavsøku.

Hennara illgruni snýr seg um, at politimyndugleikarnir onkursvegna hava hug til at avdramatisera hendingina, eitt nú við ikki at upplýsa hvussu álvarsligar skaðar sonurin veruliga hevur fingið.

- Eg haldi at fólk eiga at fáa at vita, hvussu illa sonurin er komin til skaða, sigur Evi Hallursdóttir Klejstrup og harmast um, at ongin av teimum, sum vóru til staðar, og heldur ikki samarittarnir, kundu veita dronginum hjálp.

Tvær hendingar við brotnum kjálkabeini

Av løgreglustøðini fingu vit í vikuni at vita, at tey nú hava tosað við offurið, og eru til reiðar at taka gerningsmanning inn á politistøðina til avhoyringar.

Upp á fyrispurning um hví løgreglan hevur valt at bíða við at avhoyra gerningsmannin, ljóðar svarið, at tað helst hevur verið ein orsøk til tað, men at hann ikki kann svara fyri aðrar vaktleiðarar, sum hava verið á sakini.

Ella sakunum, kundu vit sagt.

Tí tað hendu nevniliga tvey harðskapsmál í sambandi við Tórsfest undanfarna fríggjakvøld. Eitt um kvøldið og eitt longur út á náttina. Tað løgna er, at harðskapsmálini í báðum førum endaðu við kjálkabeinsbroti.

- Møguliga kann onkur misskiljing vera farin fram í kunningini, sum er farin út, við tað at vit tosa um tvey eins mál, men við ymsum offrum og gerningsmonnum, segði vaktleiðari á løgreglustøðini.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 30. juli 2024

10 Leygardagur 03. august 2024

Tann skuldsetti fyri álop á Argjum er dømdur fyri morð í Polandi

Frihedsbrevet avdúkar, at maðurin, sum er skuldsettur fyri ógvusligt álop á Argjum í apríl, er dømdur fyri morð í heimlandinum

(Savnsmynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Maðurin sum er skuldsettur í máli um ógvusligt álop á eina kvinnu í tjúgunum síðst í apríl, er áður dømdur fyri morð í heimlandinum og hevur sitið í tíggju ár í fongsli fyri hetta.

Hetta kundi Frihedsbrevet avdúka í gjár.

Tann skuldsetti er í 30'unum og er úr Polandi, og er komin til Føroya í arbeiðsørindum.

Hann situr í varðhaldi. Álopna kvinnan fekk skaðar av hendingini og varð flutt á Landssjúkrahúsið til kanningar.

Málið hevur ikki verið í rættinum enn.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 02. august 2024

11
Leygardagur 03. august 2024

Marglætisjátt í Nólsoyarfirði

Sviin Roger Samuelsson keypti 126 metrar langa Octopus í 2021. Microsoft stovnarin Paul Allen, sáli, læt skipið byggja

(Mynd: Kiran Jóanesarson)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Ólavsøkudagarnar vóru helst fleiri sum løgdu merki til játtina Octopus, sum á á redini uttan fyri uttara molan í Havn.

126 metrar langa játtin er skrásett í Cayman Islands, og varð bygt í 2003.

Tað var Microsoft stovnarin Paul Allen, sum lagt skipið byggja fyri knappar 1,4 millardir krónur. Síðan hevur skipið verið lænt út til ymiskar verkætlanir og til bjarging eisini.

Paul Allen doyði í 2018. Octopus er síðani gjørt í stand, og seld í 2021 til svenska Roger Samuelsson, sum hevur vunnið sínar pengar í heilivágsframleiðslu. Skipið varð selt fyri 235 milliónir evrur, 1,7 milliardir krónur.

Octopus var eisini á vitjan um ólavsøkumundið í 2010.

Filmur um marglætisskipið kann síggjast her


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 29. juli 2024

12 Leygardagur 03. august 2024

Grind fekk frið á ólavsøku

Boðað varð frá grind út fyri Æðuvík ólavsøkudag. Grindaboð vóru aftur mikudagin, men eisini tann grindin fekk frið

(Savnsmynd: Jn.fo)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Um middagsleitið ólavsøkudag varð boðað frá grind út fyri Æðuvík.

Sýslumaðurin í økinum gjørdi av, at grindin skuldi fáa frið, tí fólk í meginøkinum hava so nógva grind, men eisini tí ólavsøka er.

Mikudagin var aftur grindaboð, hesaferð eystur úr Fugloynni. Talan var um eina stóra grind, umleið 300 hvalir, varð sagt.

Sýslumaðurin fyri norðurøkið helt ikki, at grindin skuldi rekast inn á hvalvág í Norðoyggjum, tí hetta økið hevur nóg mikið av grind.

Tosað var um at reka grindina til Havnar. Men av tí, at liðið var so mikið langt út á dagin, og ikki varð mett at grindin kundi rekast til Havnar áðrenn myrkrið fall á, varð gjørt av at lata grindina sleppa.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 29. juli 2024

13 Leygardagur 03. august 2024

Føroya Banki: Góð úrslit í fyrra hálvári

Úrslitið fyri fyrra hálvár var 175 milliónir krónur fyri skatt, samanborið við 162 milliónir fyrra hálvár í 2023

 
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Úrslitini hjá Føroya Banka-samtakinum eru góð, nú roknskapartølini fyri fyrra hálvár eru kunngjørd í dag. Úrslitið fyri fyrra hálvár var 175 milliónir krónur fyri skatt, samanborið við 162 milliónir fyrra hálvár í 2023.

Føroysku húsarhaldini og føroyska vinnan hava tað framvegis gott, og hava víst seg at hava mótstøðuføri móti rentuhækkingum og høga inflatiónstrýstinum seinastu árini. Nú er inflatiónin minkað, og rentan hevur verið um tað hægsta.

- Gongdin í øðrum ársfjórðingi var góð. Vit hava ein góðan grundleggjandi rakstur og eitt gott úrslit í fyrra hálvári, sum m.a. er merkt av eini øking í útláni og innláni og góðari gongd á virðisbrævamarknaðinum. Vit eru fegin um, at niðurskrivingarnar eru á einum væntaðum støði, og at okkara kundar hava eina sunna og haldgóða fíggjarstøðu, sigur Turið F. Arge, forstjóri í Føroya Banka.

Góðar innlánsrentur og ókeypis netbanki

Fyrr í ár gjørdist netbankin ókeypis fyri allar privatkundar, sum nú kunnu fáa netbanka og gera flytingar – vanligar ella sum inngjaldskort – ókeypis. Tað sæst aftur í lægri inntøkum frá tænastugjøldum í fyrra hálvári.

Útlánsrenturnar lækkaðu við upp til 0,25 prosentstigum í juli, meðan rentan á bundnu innlánskontunum framvegis er tann sama, so kundar fáa framhaldandi eina góða rentu fyri sín innistandandi pening.

- Vit kunnu staðfesta, at talið av samansparingum er vaksið. So kundar gera sær dælt av góðu innlánsrentunum, og tað er gott at síggja, tí tað kann gera stóran mun hjá tí einstaka at hava sínar pengar standandi á eini kontu við góðari rentu. Harumframt er hækkingin í samansparingum seinasta árið eitt tekin um, at kundarnir yvirskipað hava tað gott fíggjarliga, sigur Turið F. Arge.

Niðurstøða í málinum hjá Fíggjareftirlitinum

Nú er Fíggjareftirlitið komið við einari niðurstøðu í málinum viðvíkjandi íbúðar- og vinnubygningum í Føroyum og Grønlandi. Fíggjareftirlitið metir ikki, at tað kann skjalprógvast, at marknaðirnir fyri íbúðar- og vinnubygningar í Føroyum og Grønlandi eru væl virkandi og skipaðir.

- Avgerðin hjá Fíggjareftirlitinum merkir, at peningastovnar í Føroyum og Grønlandi skulu binda meiri pening í ávísum førum, tá ið teir læna pening til íbúðar- og vinnubygningar. Ávirkanin av hesi niðurstøðu er tikin við í okkara tøl fyri hálvárið, sigur Turið F. Arge.

Roknskapurin í stuttum:

  • Úrslitið fyri skatt er 175 mió. kr.
  • Rakstrarúrslitið fyri niðurskrivingar er 133 mió. kr.
  • Niðurskrivingar á útlánum eru 16 mió. kr.
  • Útlánini hjá bankanum eru 9,0 mia. kr.
  • Realkredittlánini hjá bankanum eru 2,6 mia. kr.
  • Innlánini hjá bankanum eru 9,2 mia. kr.
  • Veruligi kjarnukapitalurin er 25,6%
  • Leiðslan væntar, at nettoúrslitið eftir skatt í ár verður millum 225-255 mió. kr.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 01. august 2024

14 Leygardagur 03. august 2024

OY knappar tríggjar milliónir í halli

Nýggja bryggjaríið í Havn hevur fingið nýggjan partapening fyrr í ár

(Savnsmynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Bryggjaríið OY á Hálsi í Havn hevði í fjør eitt hall upp á 2,8 milliónir krónur. Tað er hálvonnur millión krónur betri enn í 2022 tá felagið av álvara fór undir raksturin.

Partapeningurin, sum var 7,5 milliónir krónur var burtur, tá roknskaparárið 2023 endaði, men Jens Meinhard Rasmussen, nevndarformaður í OY, sigur við KvF, at síðani hevur felagið fingið nýggjan kapital.

[object Object](Savnsmynd: Sverri Egholm)

Lis Waagstein, sum tók við sum stjóri í apríl í fjør, er farin frá av persónligum ávum, og Óli Restorff Hansen er nýggjur stjóri í OY.

Partaeigararnir í OY trúgva uppá at fáa raksturin at hanga saman, sigur Jens Meinhard Rasmussen við Kringvarpið.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 02. august 2024

15 Leygardagur 03. august 2024

Arbeiðsvanlukka kravdi mannalív

Datt oman nærhendis Vestmanna

 
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

Ein arbeiðsvanlukka oman fyri Vestmanna mikudagin kravdi eitt mannalív.

Vakthavandi á løgreglustøðini upplýsti mikukvøldið, at løgreglan um 11 tíðina sama fyrrapart fekk boð um, at ein yngri maður var dottin oman av einum hamara oman fyri Vestmanna í sambandi við eitthvørt arbeiði.

Vørn skrivaði, at vanlukkan hendi nærhendis Mýruverkið.

Bjargingartyrlan varð boðsend at koma eftir manninum, men lívið stóð ikki til at bjarga.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 31. juli 2024

16 Leygardagur 03. august 2024

138 km/t gjøgnum Kambsdal

Bilførarin skal vænta at missa koyrikortið treytaleyst

(Mynd: Google)
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

Ein bilførari hevði rættiligan skund at koma til Fuglafjarðar mikukvøldið, beint eftir midnátt.

Ferðmátarin hjá løgregluni vísti, at bilurin koyrdi 138 kilometrar um tíman eftir Fuglafjarðarvegnum. Tá er ongin bøn – treytaleys frádøming av koyrikortinum. Markið er, tá ferðin er oman fyri 131 kilometar um tíman.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 01. august 2024

17
Leygardagur 03. august 2024

Spentir til nýggju dokkina hjá Mest

Akamalik sleppur ikki inn í dokkina á Skála. Men tá Mest hevur gjørt nýggju dokkina á Skála, og teir megna at verða kappingrførir við grannalondini í prísi og tíð, so fáa teir óivað uppgávur at dokka stóru grønlandsku trolararnar, sigur Linjohn Christiansen

Linjohn og abbasonurin við sama navnið (Mynd: Sjómansmissiónin)
SkrivaÐ:

Føroyska Sjómansmissiónin

Í síðstu viku lá stóri grønlandski rækjutrolarin Akamalik á Havnini. Teir komu úr Skagen, har trolarin hevði verið í dokk, sum er triðja hvørt ár. Tá teir loystu av Havnini, og vóru komnir vestur um Høvdan, varð kósin sett vestur í hav, tí teir skulu á rækjuveiðu í Vesturgrønlandi.

Sjómanstrúboðarin vitjaði umborð og fekk eitt prát við skiparan Linjohn Christiansen. Hann segði millum annað:

- Føroyar liggur sera væl fyri mitt í Altanshavinum. Akamalik sleppur ikki inn í dokkina á Skála. Men tá Mest hevur gjørt nýggju dokkina á Skála, og teir megna at verða kappingrførir við grannalondini í prísi og tíð, so fáa teir óivað uppgávur at dokka stóru grønlandsku trolararnar. Tað eru vit sera spentir uppá, sigur hann.

- Grønlandsku trolararnir keypa nógva útgerð í Føroyum á hvørjum ári. Vit hava bæði føroysk trol, vektir og lemmar. Harafturat keypa vit nokso nógvan proviant, pakning og plattar. Grønlendsku skipini hava javnan tørv á at fáa smiðir umborð, og so er oljan væl bíligari í Føroyum enn í grannalondunum. Tí eru vit og aðrir grønlandskir trolarar góðir kundar í Føroyum, sigur Linjohn Christiansen.

[object Object](Mynd: Sjómansmissiónin)

Upp á fyrispurning um hvussu tað hevur vignast við fiskiskapinum í ár, svarar hann:

- Rækjufiskiskapurin hevur verið minni í ár, enn undanfarnu ár. Tað hevur verið sera nógvur ísur, ja, óvanliga nógvur. Harafturat er vetrarhálvan forskotin ella útsett í ein til tveir mánaðir, so vit enn ikki eru slopnir á fiskimið, vit vanliga hava roynt á hesa tíðina, sigur Linjon Christiansen.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 30. juli 2024

18 Leygardagur 03. august 2024

Javnstøðunevndin nýggja forkvinnu

Halla Nolsøe Poulsen tekur yvir eftir Bjørk Mariu Kunoy, ið flytir av landinum

 
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

Í samband við at Bjørk Maria Kunoy, ið hevur verið forkvinna í Javnstøðunevndini síðan apríl 2023, flytur av landinum, hevur hon boðað frá, at hon fer frá í úrtíð og sigur sessin sum forkvinna í Javnstøðunevndini frá sær. 

Sirið Stenberg, landsstýriskvinna, hevur gjørt av at velja Hallu Nolsøe Poulsen til nýggja forkvinnu í Javnstøðunevndini.

Halla Nolsøe Poulsen er stjóri í NORA, og hevur arbeitt í landsfyristing og norðurlendskum samstarvi í nógv ár, eitt nú í uttanríkistænastuni og sum sendikvinna Føroya í Íslandi. Halla varð útbúgvin stjórnmálafrøðingur, cand.scient.pol, á lærda háskúlanum í Keypmannahavn í 2004. Nýggja forkvinnan situr valskeiðið út.  

Sambært løgtingslóg um javnstøðu millum kvinnur og menn, verður Javnstøðunevndin vald beint eftir løgtingsval fyri valskeiðið, ið Løgtingið situr. Javnstøðunevndin hevur fimm limir umboðandi løntakarar, arbeiðsgevarar, Kvinnufelagssamskipan Føroya, skúla-, heildu- og almannaverkið (eitt umboð) og føroya landsstýri

Umboð landsstýrisins er forfólk. Tiltaksumboð verða vald á sama hátt sum umboð. Av tí at forkvinnan er farin frá í úrtíð, er nýtt forfólk sett frá 1.august í ár. Neyðugt er ikki at seta alla nevndina av nýggjum, men sita umboð og varaumboð valskeiðið út, skrivar Almannamálarðaðið 

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 02. august 2024

19 Leygardagur 03. august 2024

Stjóraskifti í Uttanríkistænastuni: Jóannes V. Hansen tekur við

Jóannes avloysir Gunnar Holm-Jacobsen, ið tann 1. september tekur við sum sendimaður í Keypmannahavn. Nýggi deildarstjórin hevur sjálvur júst verið sendimaður í danska høvuðsstaðnum

Jóannes V. Hansen er 44 ára gamal, og hevur útbúgving innan altjóða politikk og diplomati úr Bretlandi (Mynd: Uttanríkis- og Vinnumálaráðið)
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

Jóannes V. Hansen er settur í starv sum deildarstjóri fyri Uttanríkistænastuna. Starvið varð lýst leyst fyrr í summar, og vóru fýra umsóknir til starvið. Tað boðar Uttanríkis- og Vinnumálaráðið frá.

Um nýggja stjóran skrivar aðalráðið millm annað, at hann hevur starvast nógv í høvuðsstøðum uttanlands:

- Jóannes V. Hansen er 44 ára gamal, og hevur útbúgving innan altjóða politikk og diplomati úr Bretlandi. Jóannes V. Hansen hevur verið í starvi í Uttanríkistænastuni síðani 2008. Seinastu fimm árini hevur hann verið sendimaður í Keypmannahavn, og frá 2011 til 2015 var hann sendimaður í London.

Jóannes V. Hansen avloysir Gunnar Holm-Jacobsen, fráfarandi deildarstjóra í Uttanríkistænastuni, sum 1. september tekur við sum sendimaður í Keypmannahavn.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 01. august 2024

20 Leygardagur 03. august 2024

Reyði Krossur letur hálva millión til Sudan

Upphæddin verður latin sudanesiska Reyða Hálvmána, ið hjálpir teimum, ið hava mest brúk fyri tí

(Mynd: Anette Selmer-Andresen, IFRC)
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Sudan stendur í løtuni í einari svárari humaniterari kreppu orsakað av herviligum stríði millum herdeildir. Næstan 25 milliónir fólk hava brúk fyri hjálp, og milliónir eru flýggjað úr heimi sínum. Matvørutrygdin er so lá sum ongantíð áður, og serliga nú í turru tíðini frá mai til september. 

Reyði Krossur Føroya hevur játtað 500.000 krónur til sudanesiska Reyða Hálvmána, sum hjálpir teimum, ið hava mest brúk fyri tí.

- Við hesum stuðli kunnu vit tryggja, at fleiri hundrað húsarhald í Dordieb fáa peningaligan stuðul til mat, heilivág og aðrar neyðsynjar í hesari torføru tíð. Eisini verður psykososial hjálp veitt børnum í flóttafólkalegum.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 01. august 2024

21 Leygardagur 03. august 2024

- Útspælið frá KAF kom púra óvart á okkum

Maskinmeistarafelagið sigur, at Kommunala Arbeiðsgevarafelagið ræðist skipaða arbeiðstíð

Arnfinn Bech, formaður, kunnar nevndina í Maskinmeistarafelagnum um støðuna (Mynd: mf.fo)
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

Maskinmeistarafelagið lat onnur krøv víkja og hugsavnaði seg um arbeiðstíðsreglur í sínum seinasta semjuuppskoti í samráðingunum við Kommunala Arbeiðsgevarafelagið – KAF – um nýggjan sáttmála fyri SEV og IRF. Tað bleiv vent í hurðini, og í staðin spældi KAF út við einum uppskoti um at gera enda á verkfalsrættinum. Tað uppfataði Maskinmeistarafelagið sum eina reina provokasjón, og illviljan ímóti greiðum arbeiðstíðsreglum sær felagið sum eitt tekin um, at Kommunala Aarbeiðsgevarafelagið vil hava fríar ræsur einsamalt at stýra arbeiðstíðini – og harvið eisini frítíðini – hjá starvsfólkunum

Soleiðis skrivar Maskinmeistarafelagið á heimasíðu síni, og heldur fram:

- Útspælið hjá KAF kom púra óvart á okkum, tí vit høvdu veruliga væntað konstruktivar samráðingar um eitt sera prinsipielt mál, nevniliga arbeiðstíðsreglur. Í staðin spæla tey út við at vilja taka verkfalsrættin frá okkum.

Soleiðis sigur Arnfinn Bech, formaður í Maskinmeistarafelagnum, um kollsigldu samráðingarnar um nýggjan sáttmála fyri maskinmeistararnar hjá interkommunalu felagsskapunum SEV og IRF.

Seinasti samráðingarfundurin var 5. juli, og hann hevði bara vart í nakrar minuttir, tá samráðingartoymið hjá Maskinmeistarafelagnum mátti staðfesta, at partarnir høvdu siglt seg so væl og virðiliga upp á turt, at ongin vón longur var fyri eini samráðingarloysn uttan hjálp uttanífrá.

Felagið boðaði beinanvegin semingsmanninum frá, og bað hann royna at mekla, men vegna summarfrí verður ongin semingsroynd fyrr enn eftir ólavsøku.

Tað, sum av álvara sannførdi Maskinmeistarafelagið um, at framhaldandi samráðingar vóru nyttuleysar, var, at KAF í sínum semjuuppskoti knappliga vildi hava nýggjar ásetingar í sáttmálan um undantøk, tá arbeiðssteðgur er.

Les meira á heimasíðuni hjá Maskinmeistarafelagnum


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 29. juli 2024

22 Leygardagur 03. august 2024

Beinir á Smukfest

Beinir fer at spæla seks konsertir á festivalinum, sum verður í næstu viku

(Mynd: Beinir)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Beinir og Smukfest bjóða til Unknown Location Tour Smukfest í Skanderborg, sum er ein av stóru tónleikafestivalunum í Danmark. Har hava tey eisini lagt merki til sermerktu konsertferðina hjá Beinir – sum hann kallaði Unknown Location Tour.

Beinir bað sínar fjepparar senda uppskot um støð, har hann kundi spæla og setti síðan tvær konsertferðir saman. M.a. spældi hann á eini deild á Ríkissjúkrahúsinum, í einum motorsúkkluklubba og heima hjá fólki. 

Nú bjóða Smukfest og Beinir seks konsertir á festivalinum, sum verður í næstu viku. Hósdagin og fríggjadagin spælir Beinir á festivaløkinum, m.a. á Pianobar og NaturligHeden. Men festivalgestirnar sleppa at gera av, hvar seinasta konsertin klokkan 14 fríggjadagin verður spæld. Teir kunnu senda uppskot til Beinir, sum so velur ein vinnara úr rúgvuni.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 02. august 2024

23 Leygardagur 03. august 2024

Trý føroysk tónleikanøvn til Nürnberg Pop festivalin

Elinborg, Kóboykex og Aggrasoppar skulu luttaka á stórum klubba- og sýnisglugga-festivali í Suðurtýsklandi í oktober

 
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Nürnberg Pop er ein stórur og árligur tónleika- og mentanarfestivalur. Festivalurin hevur nú verið til í 13 ár.

Hetta er ein av størstu klubba- og sýnsiglugga-festivalunum í Suðurtýsklandi, sum dregur til sín eitt fjølbroytt úrval av tónlistafólkum og tónleikaáhugaðum. 

Festivalurin minnir eitt sindur um Iceland Airwaves, sum fleiri føroyingar kenna, tí hann verður hildin á nógvum ymiskum pallum í gamla býnum í Nürnberg. Herundir í kirkjum, søvnum, hotellforhøllum, lokalum barrum og í nútímans klubbum, har nógvar sjangrur eru umboðaðar, so sum indie, poppur, elektro-tónleikur, rockur, hip-hop, soul, folk og jazz.

Nürnberg Pop hevur orð fyri at vera eitt livandi og inkluderandi tiltak, sum veitir pallar bæði til viðurkend tónlistafólk og til tónlistafólk úr ymsum sjangrum, sum eru við at koma fram. Festivalurin fevnir ikki bara um tónleikaframførslur, men eisini um Nürnberg Pop Conference, sum savnar umboð fyri mentan, politikk og tónleikaídnaðin, har tey umrøða týdningarmikil evni innan poppmentan, og har fólk savnast fyri at byggja sítt netverk út og luttaka í verksmiðjum. 

Ráðstevnan hevur til endamáls at skapa eina lága gátt og eitt inkluderandi umhvørvi, har kjakast verður um mentanarlig evni og um ættarliðsskifti innan tónleika- og mentanarheimin t.d. Á ráðstevnuni luttaka vanliga umleið 450 luttakarar (aftrat vanligu áhoyrarafjøldini).

Vit hava nú ta stóru gleði at kunna boða frá, at Koboykex, Elinborg og Aggrasoppar eru boðin at luttaka í Nürnberg Pop Festivalinum í oktober.

David Lodhi, sum hevur heitið Head of Booking og Festival Management, frøðist um tað nýggja samstarvið við Føroyar:

- Sum ein sýnisgluggafestivalur, ið hevur sett sjóneykuna á lond og marknaðir uttanfyri tey týskt-talandi londini (Týskland, Eysturríki, Sveis) í fleiri ár nú, eru vit serliga bergtikin av atdráttarmegini og dygdini, sum listafólk úr Norðurevropa hava her í Miðevropa. Ein sjónliga jalig menning fer fram her, sum vit halda verður stuðlað tey røttu støðini.

Føroyingar hava fleri fyrimyndir, sigur hann.

- Tá hugsað verður um Føroyar, er tað ikki bert fyrimyndir sum Eivør ella Teitur, ið eru á okkara radara. Takkað verið luttøkuni hjá Faroe Music Export á Great Escape (Brighton) og serliga á Iceland Airwaves (Reykjavik), hava vit ikki bert havt møguleikan at varnast góðar tónleikabólkar og tónlistafólk sum Guðrið Hansdóttir, Joe & The Shitboys, ella Marius DC undanfarin ár og - viðvíkjandi teimum báðum fyrstu - at bjóða teimum til Nürnberg Pop. Men vit hava eisini havt høvi til at netverka beinleiðis við Faroe Music Export á móttøkuni sum partur av Iceland Airwaves.

- Á móttøkuni í fjør fingu vit hugskotið um at fara undir ítøkiligt samstarv, sum vit so seta í verk í ár. Vit gleða okkum nógv til at kunna vísa fram tríggjar av teimum mest spennandi bólkunum úr Føroyum bæði fyri tónleikaídnaðin og fyri tónleikaelskandi fólki á Nürnberg Pop festivalinum, og eg var persónliga sera fegin um at verða boðin við til G! Festivalin. Í mun til eitt burðardygt felags samstarv, eri eg sannførdur um, at hetta bara er byrjanin til eitt frálíkt áralag frameftir okkara millum.»

Glenn Larsen, leiðari fyri Faroe Music Export (FMX), tekur undir við David Lodhi:

-Hetta er eitt munagott samstarv, sum vit gleða okkum nógv til, og sum vit vóna er byrjanin til, at føroysk tónlistafólk eru vælkomin til festivalin í langa tíð frameftir. Nú er eisini ein framúr møguleiki at taka tey fyrstu stigini, sum eru neyðug fyri at koma sær fram og gerast viðurkendur í einum av heimsins størstu tónleikamarknaðum: Týsklandi. Hetta er bert tað fyrsta av teimum mongu spennandi tingunum, sum fara at henda í framtíðini, og føroyska tónlleikavinnan fer at hava ovmikið at gera uttanlands í heyst», greiðir Glenn spentur frá. «Tað er nógv meira ávegis.

Tíðindaskriv frá Faroe Music Export

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 31. juli 2024

24 Leygardagur 03. august 2024

Bringureyði – Framsýng og bókaútgáva við Heiðriki á Heygum

Bøkurnar eru prentaðar í fáum, talmerktum og signeraðum eintøkum - myndirnar telja 13 koparprent

 
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Hósdagin hevði Heiðrikur á Heygum framsýning og bókaútgávu av bókini hjá sær “Bringureyði” í Gallarí Williamstovu.

“Bringureyði” er síðsta bókin av trimum fáblum hjá Heiðriki á Heygum, sum hann eisini hevur myndprýtt. Bókin snýr seg um svartadeyðan, ið kom fyrstu ferð til Evropa á Sisilia í 1347, har ein kvinna goymdi seg í ótta fyri deyðanum, og ikki fyrr enn tá skilur hon, at hon aldrin hevur livað.

Bókin fæst bæði á føroyskum og enskum. Fá eintøk eru gjørd av bókini, har hvørt eintak er persónliga talmerkt og undirskrivað. Umframt at bókin verður útgvin, verða tey 13 koparprentini til bókina sýnd fram og eru eisini til sølu.

Framsýningin á Gallarí Williamstovu er opin til 6. august frá klokkan 15 til 19. 

[object Object]Heiðrikkur av Heygum (Savnsmynd)


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 01. august 2024

25 Leygardagur 03. august 2024

Japan biður Danmark um at fáa Watson útflýggjaðan

Nú er tað upp til danska løgmálaráðið at avgera, um 73 ára gamli Paul Watson kann útflýggjast til Japans.

(Mynd: Captain Paul Watson Foundation)
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

Danmark hevur nú fingið formella umbøn úr Japan um at útflýggja Paul Watson, sum 21. juli varð handtikin í Grønlandi.

Handtøkan varð framd sambært einum 12 ára gomlum handtøkuboðum úr Japan.

- Løgmálaráðið kann upplýsa, tað hevur fingið eina formella umbøn frá japanskum myndugleikum um at fáa Paul Watson útflýggjaðan, upplýsir løgmálaráðið fyri dr.dk.

Nú er tað upp til danska løgmálaráðið at avgera, um 73 ára gamli Paul Watson kann útflýggjast til Japans.

Japan skuldsetir hann fyri “innbrot, ognarskaða, forðing fyri virksemi og persónskaða í sambandi við tvær hendingar, sum fóru fram í Antarktis í februar 2010 móti einum japanskum skipi”.

Ein møgulig útflýggjan av Paul Watson skal fara fram sambært grønlendsku lógini um útflýggjan og grønlendsku revsilógini, upplýsir løgmálaráðið, sambært Danmarks Radio.

Paul Watson varð handtikin í sambandi við, at umhvørvisskipið John Paul de Joria legði inn í Nukk at bunkra í sambandi við ferð til Kyrrahavi eftir útnyðringsleiðini norður um Kanada.

Hann varð í grønlendska rættinum og seinni landsrættinum fyribils fongslaður til 15. august.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 01. august 2024

26 Leygardagur 03. august 2024

Ovasti leiðarin hjá Hamas tikin av døgum

Ismaeil Haniyeh og lívverji hansara dripnir í einum húsum í iranska høvuðsstaðnum mikunáttina. Tað er ikki endaliga greitt, men helst stendur Ísrael aftanfyri hetta

Ismail Haniyeh var eitt skifti leiðari í Gaza-geiranum og hóast ymist innanhýsis stríð og skiftandi uppihaldsstað, hevði Haniyeh stóran leiklut í Hamas-leiðsluni (Mynd: EPA)
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

Tann ovasti leiðarin í politisku leiðsluni hjá Hamas er dripin. Hesum boðaði islamistiski felagsskapurin frá mikumorgunin.

Bæði Hamas og iranskir miðlar peika á Ísrael, sum tó ikki hevur tikið ábyrgd fyri drápunum enn.

61-ára gamli Ismail Haniyeh var staddur í iranska høvuðsstaðnum Teheran - í einum bústaði fyri krígsveteranar.

Smálutir eru ikki komnir fram enn, men fleiri altjóða miðlar og tíðindastovur skriva, at Haniyeh og lívverji hansara doyðu eftir eitt álop. Hetta var umleið klokkan fýra føroyska tíð mikunáttina.

[object Object]
Ismail Haniyeh á vitjan í Iran í fjør (Mynd: EPA)

Ismail Haniyeh hevur verið leiðari í Gaza-geiranum áður. Hann hevur havt ein stóran leiklut í stríðnum við Ísrael, sum av álvara kyknaði aftur 7. oktober í fjør.

Hanniyeh hevur seinastu árini verið nógv í Katar og í Turkalandi, hevur havt leiðandi leiklutir í Hamas og stóð sum ovasti politiski leiðarin í felagsskapinum nú. Síðani 2018 hevur nú deyði leiðarin verið á yvirgangs-lista hjá USA.

Politiskir viðmerkjarar eru eitt sindur ymiskir á máli um, hvørt drápið fer at gera stríðið millum Ísrael og Hamas uppaftur meira ógvusligt. Tað er heldur ilt at siga, um Iran fer at blanda seg nógv meira eftir hetta, hóast hendingin fór fram í Tehran.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 31. juli 2024

27 Leygardagur 03. august 2024

Fangar úr sjey londum leyslatnir í stórum fangabýti

Hósdagin vórðu 24 fangar leyslatnir í fangabýti, m.a. amerikanski journalisturin Evan Gershkovich og fyrrverandi amerikanski hermaðurin Paul Whelan, sum eru dømdir fyri njósning í Russland

Evan Gershkovich (Mynd: AFP)
SkrivaÐ:

Alda Nielsdóttir

Amerikanski journalisturin Evan Gershkovich og fyrrverandi hermaðurin Paul Whelan, sum eru dømdir fyri njósning í Russlandi, vórðu hósdagin leyslatnir í fangabýti millum USA og Russland.

Fleiri russiskir andstøðupolitikarar og atfninnarar vórðu eisini leyslatnir. 

Millum teirra er Vladimir Kara-Murza, sum hevur funnist at russiska forsetanum Vladimir Putin og krígnum í Urkaina. Hann hevði fingið 25 ára fongsulsrevsing í fangalegu í Sibiria fyri landasvik.

Russiski andstøðupoltikararin Ilja Jasjin og 30 ára gamli týskarin Rico Krieger, sum hevði fingið ein deyðadóm í Hvítarusslandi, vóru eisini millum tey leyslatnu.

Jasjin hevði fingið átta og eitt hálvt ára fongsul fyri "falskar ákærur" um russiska herin. Hann hevði lagt eitt video á YouTube, har hann tosaði um hópdráp á sivilfólk í ukrainska býnum Butja í 2022. Krieger varð m.a. dømdur fyri yvirgang, njósning, at stovna viðgongdan bólk og at virka sum leiguhermaður.

Fangabýtið umfatar tilsamans 26 fangar úr sjey ymiskum londum - USA, Noregi, Týsklandi, Polandi, Slovenia, Russlandi og Hvítarusslandi. Talan er m.a. um tríggjar amerikanarar, fimm týskarar, og sjey russar, skrivar Ritzau.

Tilsamans tíggjur russar eru leyslatnir úr amerikonskum og evropeiskum fongslum. Millum teirra er russiskur leiguhermaðurin Vadim Krasikov, sum í 2019 varð dømdur lívlanga fongsulsrevsing fyri at hava dripið ein fyrrverandi kekenskan hernaðarleiðara í Berlin.

Sambært BBC er talan um størsta fangabýti millum Russland og vesturheimin síðan kalda kríggið.



Greinin varð fyrstu ferð løgd út 02. august 2024

28 Leygardagur 03. august 2024

Trý børn doyðu í knívsálopi

Hendingin fór fram á einum dansiskúla í býnum Southport, nærhendis Liverpool, mánadagin

(Mynd: EPA)
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

Trý børn doyðu í einum kníválopi, sum hendi í býnum Southport, nærhendis Liverpool í Onglandi fyrrapartin mánadagin.

Tvey av børnunum doyðu mánadagin, men týsdagin bórust tíðindini um, at ein triðja genta eisini hevur latið lív. Umframt tey vórðu átta børn og tvey vaksin særd av knívsstungum.

Sambært blaðnum Daily Telegraph hendi illgerningurin í einum dansitíma ætlaður børnum í aldrinum 6 til 11 ár.

Illgerðarmaðurin varð handtikin eftir álopið. Talan er um ein 17 ára gamla drong, upplýsir løgreglan á staðnum.

Ógreitt er hví 17 ára gamli dronurin leyp á. Løgreglan hevur tó ikki illgruna til yvirgangsmotiv.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 30. juli 2024

29 Leygardagur 03. august 2024

Finski forsetin: Hetta skulu vit venja okkum við

Farna leygardag varð ein russisk flogstøð álopin umleið 200 kilometrar frá finska markinum

Finski forsetin, Alexander Stubb (Mynd: EPA)
SkrivaÐ:

Alda Nielsdóttir

Leygardagin varð boðað frá, at ukrainar høvdu lopið á eina russiska flogstøð í Murmansk-landslutinum nær við finska markið, men tað er eingin orsøk til at stúra, sigur finski forsetin, Alexander Stubb.

– Nú skulu vit venja okkum við, at vit hava eitt kríggj nær við okkara landamørk. Grundleggjandi boðskapurin er, at vit ikki hava nakra orsøk til at stúra í Finnlandi. Tamarhald er á støðuni, og vit eru før fyri at regera, sigur hann.

Stubb hevur eisini tosað við svenska forsætisráðharran, Ulf Kristersson og finska forsætisráðharran, Petteri Orpo um málið, sigur hann.

Russiska flogstøðin liggur í Murmansk landslutinum, umleið 200 kilometrar frá finska markinum, og umleið 400 kilometrar frá Svøríki. Eitt flogfar varð oyðilagt í álopinum, skrivar TV2.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 28. juli 2024

30 Leygardagur 03. august 2024

Sverri ov stuttur til finalupláss

Stóri OL-dreymurin hjá 30-ára gamla føroyinginum er eftir øllum at døma av. OL-gullvinnarin frá 2021 úr Grikkalandi vann stríðið um seinasta finaluplássið

Sverri Sandberg Nielsen - her eftir 4. plássið í finaluni í 2021. Hósdagin endaði Sverri á 4. plássið í hálvfinaluni, og tað rakk ikki til A-finalu (Mynd: Rógvi Langgaard)
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

Tað endaði, eins og í 2021, við einum stórum vónbroti á einum 4. plássi hjá Sverra Sandberg Nielsen.

Í Tokyo var miðvingurin í finaluni, og var bert 15 hundraðpartar frá einum OL-heiðursmerki. 

Hesaferð endaði Sverri í einum ógvuliga truplum hálvfinaluriðli, sum sá út til at vera væl sterkari enn hin. Tríggir av teimum seks komu í finaluna.

Fyrstu tøkini hósmorgunin vóru góð, og Sverri var í topp-trý fyrstu løtuna. Eftir stórar 500 metrar misti hann tó takið nakað, og Stefanos Ntouskos tók seg framum.

[object Object]
Stefanos Ntouskos vann gull í Tokyo og var í dag trý sekund frammanfyri Sverra, tá samanum kom (Mynd: EPA)

[object Object]
Sverri hevði nakrar góðar løtur í hálvfinaluni, har hann lá til finalupláss

Tað gjørdist skjótt greitt, at stóra stríðið um síðsta finaluplássið fór at vera millum júst grikska OL-vinnaran og føroyingin. Týski Oliver Ziedler róði ein suverenan róður og endaði á greiðum 1. plássi. Hvítarussin Yauheni Zalaty sat rímiliga trygt á 2. plássi, og Damir Martin og Mihai Chiruta mistu skjótt takið og vóru væl aftanfyri.

Tað gjørdist heilt spennandi eina løtu - tá um 500 metrar av teimum 2000 vóru eftir. Sverri Sandberg Nielsen setti veruliga ferð á, og var beint framman fyri Ntouskos í nøkur tøk.

Gullvinnarin frá 2021 sá tó út til at hava meira eftir enn Sverri, og fór tíverri nakað frá móti endanum. 30-ára gamli miðvingurin megnaði ikki at svara aftur, og endaði á 4. plássi - júst uttanfyri finalupláss.

Hálvfinala 2 í Single-Scullara hjá monnum

[object Object]

Sverri Sandberg Nielsen hevur róð framundir, at hetta helst var hansara seinasta OL, so tískil verður stóri dreymurin um heiðursmerki til OL mest sannlíkt liggjandi. Føroyingurin hevur tó givið seg nógv, og eins og í í Tokyo víst góðar taktir við bátinum við føroysku flagglitunum.

OL er ikki heilt liðugt hjá Sverra, sum í dag skal rógva "B-finalu".

Áttarin skal hyggja fram móti 2028

Beint eftir róðurin hjá Sverra, skuldi hin føroyski OL-rógvarin, Sára Maria Johansen royna seg á sama vatni.

Danski kvinnuáttarin fekk ein møguleika afturat í einum uppsamlingsriðili. Men sum væntað megnaðu meira óroyndu donsku kvinnurnar ikki at gera seg galdandi móti bátunum úr Kanada, Avstralia, USA og Italia.

Danski áttarin endaði á aftasta plássi, yvir 12 sekund aftan á italia, sum endaði á fjórða plássi.

Hetta "Ol-projektið" var sjósett við OL 2028 í tonkunum. Harvið kunnu Sára Maria og tær vera ernar av at hava verið við nú, hava fingið nakrar royndir og skulu næstu árini royna at stríðast fyri at koma í góða støðu til ta tíð.

Sára Maria Johansen úr Froðba gjørdist triði føroyski rógvarin til eitt OL. Katrin Olsen úr Havn róði við duppultscullara í Beijing í 2008, og Sverri Sandberg Nielsen var við í 2021 og aftur nú í 2024.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 01. august 2024

31 Leygardagur 03. august 2024

Misti OL-finaluna: - Har var einki eftir

Sverri Sandberg Nielsen var, sum verða man, vónbrotin eftir hálvfinaluna, men tó rímiliga nøgdur við sín róður. Nú skal Sverri hava ein steðg - tað er ósannlíkt, at miðvingurin sæst til OL aftur

- Tað skal vera ein góð orsøk at koyra á aftur, og eg ivist, um eg havi mót uppá eitt OL afturat, sigur Sverri Sandberg Nielsen (Mynd: Dansk Roning)
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

Eins og í 2021, steðgaði heilt stóri dreymurin hjá Sverra Sandberg Nielsen og Dansk Roning við einum 4. plássi. Hesaferð var tað tó í einari hálvfinalu og ikki í sjálvari OL-finaluni. Føroyski rógvarin var sjálvur ikki eins knústur, sum hann var í Tokyo.

- Eg eri ikki so vónbrotin, tí eg havi verið greiður yvir, at tað fór at vera ógvuliga tungt at koma í OL-finaluna. Eri sum heild nøgdur við mín róður, og tað kendist væl í bátinum.

Sverri staðfestir, at fyrireikingarnar á ymsan hátt ikki hava verið so góðar, ið hann ynskti, og at hann samanlagt kann avrika betri. Hetta irðar Sverri Sandberg Nielsen seg um.

Sterki rógvarin sigur bæði við danskar miðlar og Kringvarpið, at tað at hann setti so nógva ferð á, tá umleið 500 metrar vóru eftir, kostaði móti endanum.

- Eini var eftir í tanganum: Orkan var uppi og eg misti eisini tamarhaldið á árunum. 

Hetta var serliga galdandi seinastu 200 metrarnar, tá Stefanos Ntouskos hevði tikið Sverra aftur og fór frá. Tá samanum kom, var OL-gullvinnarain frá 2021 umleið trý sekund frá miðvinginunum. Tíðin hjá Sverra fyri teir 2.000 metrarnar (6:43.95) var annars nakað betri enn í fjórðingsfinaluni og vitnar eisini um ein góðan róður hjá føroyinginum - tíðin hjá 1'aranum Oliver Zeidler var OL-met.

Í roynd og veru var tíðin í topp-fimm í hálvfinalunum og betri enn nummar tvey og trý í hinum riðlinum. Hetta hjálpir tó ikki, í mun til kappingarskipanina, og tískil skal Sverri í dag rógva B-finalu heldur enn A-finalu.

Hetta kann gerast seinastu ferð, at nú 30-ára gamli føroyingurin rør til eitt OL.

- Eg fari at hava ein steðg nú; gera og hugsa um nakað annað í eina tíð. So fáa vit at síggja. Tað skal vera ein góð orsøk at koyra á aftur, og eg ivist, um eg havi móti uppá eitt OL afturat, sigur Sverri við KVF.

Við TV2 fyrr staðfesti Sverri Sandberg Nielsen tó, at kenslan nú var, at hann ikki kemur aftur. Tað var tó nakað líknandi eftir OL í Tokyo, men tá vendi miðvingurin aftur, sum hann sjálvur vísur á.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 01. august 2024

32 Leygardagur 03. august 2024

Danski áttarin megnaði ikki at fylgja við

Kom á mál 27 sekund aftan á bretska vinnaran av riðlinum

 
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

Sum væntað frammanundan endaði danski kvinnuáttarin við Sáru Mariu Johansen av Tvøroyri umborð, nummar fýra av fýra í innleiðandi riðilinum á olympisku leikunum í Fraklandi ólavsøkudag.

Hinir tríggir bátarnir løgdu seg fram um danska áttaran so at siga beinanvegin, og komu allir so mikið fram um danska bátin, at danir vórðu órógvaðir av kjalarvørrunum hjá hinum bátunum.

Bara tað at fáa ein bát við til olympisku leikirnar varð roknað sum eitt stórt úrslit fyri danska bátin, tí hóast Danmark hevur drúgvar royndir við áttarabátum, so hevur ongin kvinnubátur verið í námind av at vera komin upp á tal fyrr. Harvið var Sára Maria Johansen í dag við at skriva danska róðurssøgu.

Stórabretland vann róðurin trygd í tíðini 6 minuttir og 6,20 sekund, og kemur beinleiðis í finaluna. Avstralia gjørdist nummar tvey í tíðini 6 minttir og 18,61 sekund og Kanada nummar trý 6 minuttir og 21,31

Danski báturin við føroysku Sáru Mariu Johansen umborð kom á mál við tíðini 6 minuttir og 39,30 sekund.

Danski báturin fekk eina roynd afturat í einum uppsamlingsriðili hósdagin. Eisini tá endaði danski áttarin á aftasta plássi.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 29. juli 2024

33 Leygardagur 03. august 2024

Stóð eitt sindur á hjá Sverra

Endaði tó fjórðingsfinaluna heilt væl og 2. plássið í riðlinum var ríkiliga nóg mikið til OL-hálvfinalupláss

Tað gjørdist ein meira spennandi fjórðingsfinaluriðil enn væntað, men Sverri Sandberg Nielsen vísti veruliga styrki móti endanum
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

Nýsælandarin Tom Mackintosh var bestur so at siga allan vegin, og Sverri Sandberg Nielsen varð nakað kroystur av tveimum suðuramerikanarum. At enda var miðvingurin tó sterkari enn bæði Cetraro úr Uruguay og Verthein úr Brasil.

Tríggir av teimum seks í riðlunum róðu seg í hálvfinalurnar. Tí kendist tað ov tætt til at vera trygt tað mesta av 2000 metra teininum í hitanum í Vaires-sur-Marne vatninum. 

Sverri byrjaði ikki serliga væl, og var á 3. plássi eftir 500 metrar, 1.000 metrar og 1.500 metrar. Verthein úr Brasil hekk í, og trýsti í løtum, og tað sá ikki út til, at føroyingurin fekk tað at eydnast heilt, sum hann vildi. Eisini var nakað upp til serliga førarabátin

Tíbetur var endaspurturin frálíkur. Saman við Mackintosh var Sverri stórfavorittur at fara víðari, og í seinastu metrunum megnaði Verthein ikki at fylgja við føroyinginum meira. Sverri Sandberg Nielsen setti veruliga á, og 30-ára gamli miðvingurin vann seg eisini frammum Cetraro og nærkaðist Mackintosh í seinastu tøkunum.

2. pláss í fjórðingsfinaluni gevur hálvfinalupláss, og harvið var Sverri Sandberg Nielsen eitt tak nærri aðru OL-finaluni á rað.

Tíðin var 6.49,69. Hetta er nakað betri enn í innleiðndi róðrinum, har Sverri ikki varð trýstur eins nógv.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 30. juli 2024

34 Leygardagur 03. august 2024

Høvdu føroyskar litir við sær

Hóast Sverri Sandberg Nielsen og Sára Maria Johansen umboðaðu Danmark í OL, tóku tey eisini føroyskar litir við sær

Sverri Sandberg Nielsen (Mynd: EPA)
SkrivaÐ:

Alda Nielsdóttir

Føroysku rógvararnir Sverri Sandberg Nielsen og Sára Maria Johansen hava hesa vikuna umboðað Danmark á Olympisku Leikunum í París, men tey høvdu eisini føroyskar litir við sær.

Fyrsti róðurin hjá Sverra, sum rør í einskullara, var leygardagin, har hann tryggjaði sær pláss í fjórðingsfinalunum. Tað gjørdi hann í einum skullara, sum varð prýddur við bláu, reyðu og hvítu litunum hjá Merkinum, og tað hevur hann gjørt, síðan hann luttók í OL í Tokyo í 2021.

Sára Maria er partur av kvinnuáttaranum, og tí kundi hon ikki gera tað sama. Men hon tók kortini føroysku litnirnar við sær.

– Eg skal hava neglalakk við føroysku litunum, og so kemur familjan hjá mær við føroyska flagginum, segði hon sambært Ritzau.

– Liðið hjá mær kennir meg sum føroyingurin. Eg tosi nógv um Føroyar og fjali tað ikki. Tí vil eg eisini vísa føroyska flaggið, greiðir hon frá.

[object Object](Mynd: EPA)


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 28. juli 2024

35 Leygardagur 03. august 2024

Norðingur vann finaluna, Klaksvíkingur vann FM

Klaksvíkingur vann fjórða FM á rað, men í Norðdepli og Hvannasundi fegnaðust tey um ólavsøkugullið

Frøi á Norðingi eftir sigurin á ólavsøku (Mynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Norðingur úr Norðdepli og Hvannasundi vann ólavsøkuna, men Klaksvíkingur, sum nærum hevði tryggjað sær FM undan róðrinum, vann FM-gullið.

Tað skuldi villa heilt illa til, um ikki Klaksvíkingur skuldi fara avstað við FM-heitinum hjá 10-mannaførunum á ólavsøku. Klaksvíkingur hevði tvey gul kort, og kom eitt triðja, er tað reytt.

[object Object](Mynd: Sverri Egholm)

Hetta hendi tíbetur ikki fyri klaksvíkingar, men hinvegin vóru tað teir umborð á Norðingi, sum vóru stinnastir á degnum, og vunnu við næstan einum sekundi, og frøin var sum vera man stór um ólavsøkugullið.

FM-gullið eiga klaksvíkingar, og hetta er fjórða árið á rað.

Norðingur vann ólavsøkuróðurin í tíðini 3 minuttir og 57,26 sekund. Teir, ið mannaðu Norðing á ólavsøku vóru hesir: Olgar Fuglø, Heri Klein Olsen, Debes Christiansen, Dávid Jacobsen, Sigmund Olsen, Kristmund Petersen, Rúni Klode, Poul Jacob Christiansen, John Hermann Fuglø og Jógvan Hendriksson Olsen. Eydna Steinberg var róðurskvinna.

Klaksvíkingur róði teinin í 3 minuttum og 58,23 sekundum, meðan Nólsoyar Páll - eisini úr Klaksvíkar Róðrarfelag - brúkti 4 minuttir og 0,16 sekund upp á teinin.

Klaksvíkingur vann FM við 47 stigum, Norðingur fekk 41 og Nólsoyar Páll 38 stig.

[object Object]Jannie Dam Jacobsen (Mynd: Sverri Egholm)

Hjá 6-mannaførum kvinnum hevur Jarnbardur hjá Róðrarfelagnum Knørri í Havn verið einaráðandi í ár, og soleiðis var aftur í ólavsøku. Næstan sjey sekund fremst, vunnu sigursvandu kvinnurnar gull á ólavsøku og eisini FM við fullum stigatali.

Jarnbardur vann í tíðini 4 minuttir og 37,30 sekund. Tær, ið mannaðu Jarnbard á ólavsøku vóru hesar: Paula Eikholm, Eyðvør Wenningsted Samuelsen, Linda Reidarsdóttir Klein, Ingibjørg Tummasardóttir, Lilly Sjúrðadóttir og Sonja í Hoyvík. Róðurskvinna: Jannie Dam Jacobsen.

Víkingur hjá Havnar Róðrarfelag brúkti 4 minuttir og 44,22 sekund og Hósvíkingur 4 minuttir og 44,38 sekund.

FM-úrslitið gjørdist: Jarnbardur fekk 49 stig (vann allar róðrarnar), Hósvíkingur 38, Páll Fangi 34, Lómur 24, Sjóherji 18, Víkingur 17 og Tvørábáturin 3 stig.

Øll úrslit frá FM-róðrinum í dag síggjast her

Føroyameistarar í teimum ymsu bátastøddunum gjørdust hesir:

5 mannafør, gentur: Skansin - Havnar Róðrarfelag

5 mannafør, dreingir: Falkur - Hósvíkar Róðrarfelag

5-mannafør, gentur 14-16 ár: Sílið - Havnar Róðrarfelag

5-mannafør, dreingir 14-16 ár: Fípan Fagra - Klaksvíkar Róðrarfelag

[object Object]

5-mannafør, gentur 17-18 ár: Kjósin - Kollafjarðar Ítróttafelag

5-mannafør, dreingir 17-18 ár: Drekin - Havnar Róðrarfelag

[object Object]

5-mannafør, kvinnur: Firvaldur - Froðbiar sóknar Róðrarfelag

6-mannafør, kvinnur: Jarnbardur - Róðrarfelagið Knørrur

6-mannafør, kvinnur masters: Víkingur - Havnar Róðrarfelag

[object Object]

6-mannafør, menn: Hvalurin - Eiðis Róðrarfelag

8-mannafør: Tórsbáturin - Havnar Róðrarfelag

10-mannafør: Klaksvíkingur - Klaksvíkar Róðrarfelag

Allar myndirnar frá ólavsøkukappróðrinum

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 28. juli 2024

36 Leygardagur 03. august 2024

Árni og KÍ vunnu - Malmö fer víðari

Triðja árið á rað vann KÍ á skandinaviskum meistara á heimavølli - tó uttan at geva víðari luttøku. Vinstra beinið hjá evropeiska metmálskjúttanum og ágangandi KÍ-lið vóru munurin seinasta hálva tíman

Árni Frederiksberg hevur her javnað til 2-2 - við beinleiðis hornasparki (Mynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

KÍ skakaði Malmö FF beinanvegin í Champions Leauge dystinum við Djúpymýru týskvøldið. Tað var eftir fríspark frá gylta vinstra fótinum hjá Árna Frederiksberg, at svenski miðverjin hjá KÍ, Alexander Berntsson, prikaði bóltin í netið móti svensku meistarunum. Hetta var í 2. minutti, og soleiðis endaði dysturin eisini: At Árni skeyt fríspark - hesaferð beinleiðis - og at KÍ kom á odda.

Málið til 3-2 í yvirtíðini var tó nakað frá at vera nóg mikið at koma víðari. Til tað gjørdi KÍ ov nógv grundleggjandi mistøk yvir tveir dystir, og Malmö hevur so mikið nógv dugnasemi, at eingin veruligur spenningur var um samanlagda úrslitið.

[object Object]

Fleiri myndir frá dystinum her

Á degnum vístu føroyameistararnir tó eitt ávíst dirvi og spældi við nógvum vilja og áræði. Tað var eisini heldur óruddiligt til tíðir, og KÍ gav nógv pláss - hetta millum annað tí liðið satsaði. Brotssparkið í 59. minutti, sum Malmö økti til 6-2 við samanlagt, punkteraði spenningin.

Liðið hjá Espen Haug skal taka við læru av heesum dystum. Tað kendist sum, at her var nakað í hesari uppgerðini, um KÍ-liðið hevði gjørt sær størri ómak í nøkrum støðum.

Malmö fór ikki heilt eftir at vinna hendan dysitn, men tað fór KÍ sanniliga - eisini tá tað var 3-6 samanlagt, og fáir minuttir vóru eftir. Hetta stríðið fingu Árni Frederiksberg og teir løn fyri. Tað er gott fyri sjálvskensluna, og hetta eru góð evrpeisk stig á KÍ-kontuna og tí hjá føroysku liðunum.

[object Object]
Hallur Hansson var aftur at síggja eftir langan støðg við skaða (Mynd: Sverri Egholm)

Árni Frederiksberg skoraði eisini beinleiðis hornaspark, og hevur nú 11 evropeisk mál - hesi øll í seinastu 10 Champions League-dystunum.

Málið til 3-2 í yvirtíðini tryggjaði, at KÍ triðja árið á rað hevur vunnið á svenskum ella norskum meistara á heimavølli. Tað vitnar um ein sterkan heimavøll og gott mótsstøðuføri. Tó er KÍ ikki komið víðari í hesum førinum - nú snýr tað seg um Europa League og bosnisku meistararnar, Borac Banja Luka.

Champions League 2. umfar, seinni dysturin
Við Djúpumýru, týsdagin 30. juli

KÍ - Malmö FF 3-2 (1-1) - 4-6 samanlagt
02' 1-0 Alexander Berntssson (Árni Frederiksberg)
13' 1-1 Hugo Bolin
59' 1-2 Anders Christiansen, br. 
65' 2-2 Árni Frederiksberg
90+5' 3-2 Árni Frederiksberg 

KÍ-liðið: Mark Jensen - Patrick da Silva (84' Latif Ahmed), Alexander Berntsson, Céderic Yambéré, Árni Frederiksberg, Páll Klettskarð (L) (84' Pætur Petersen), Rene Shaki Joensen (74' Joseph Williams), Jóannes Danielsen, Odmar Færø (56' Heini Vatnsdal), Albert Ejupi (56' Hallur Hansson), Kristoffer Ødemarksbakken


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 30. juli 2024

37 Leygardagur 03. august 2024

Árni á søgunnar veingjum

Vinstra beinið og snildni hjá 32-ára gamla vonginum úr Saltangará varð avgerandi móti svenska meistaraliðnum týskvøldið. Nú hevur hann flest evropeisk mál av øllum føroyingum

Árni Frederiksberg takkar áskoðarunum eftir dystin á Djúpumýru, sum gjørdist søguligur fyri hann og føroyskan fótbólt. Nummar 7 skoraði uppá beinleiðis horna og beinleiðis fríspark (Mynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

Fyri 13 mánaðum síðani átti hann einki evropeiskt mál, men Árni Frederiksberg hevur av álvara gjørt bart í Champions League, síðani KÍ fór í gongd við evropeiska ævintýrið í fjør: 

- 10 dystir og 11 mál.

Hagtølini tala fyri seg, og eru tey púra óhoyrd í føroyskum fótbólti. Eingin føroyskur fótbóltsspælari hevur 10 mál ella fleiri í evropeiskum høpi fyri eitt føroyskt felag, og Klæmint Andrasson Olsen, sum hevur 10 evroepisk mál samanlagt - sjey fyri NSÍ og trý fyri Breiðablik - varð yvirhálaður í vikuni, tá fyrrverandi liðfelagin skoraði tvey mál fyri KÍ í 3-2 sigrinum á Malmö FF.

Árni Frederiksberg hevur nú skorað tvey mál móti Ferncvárosi, tvey móti BK Häcken, tvey móti Molde, tvey móti Differdange og nú trý móti Malmö í Champions League.

Harvið samanlagt 11 mál og føroyskt met í evropeiskum fótbólti. Hjartaliga tillukku til Árna Frederiksberg við hesum flott avrikinum.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 30. juli 2024

38 Leygardagur 03. august 2024

Nógvur roykur - einki mál

Kroatiska stórfelagið Hajduk Split hevði ein verjukendan hugburð á Tórsvølli, har dysturin varð steðgaður tvær ferðir vegna áskoðarar. HB-avrikið var sum heild sterkt

Teir útvið 400 kroatisku áskoðarnir settu av álvara dám á dystin - á góðan hátt og á ringan hátt (Mynd: Tórir Photo)
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

Fyri uttan seinastu løtuna undan steðginum, hevði HB tamarhald á hesum seinna Conference League dystinum móti Hajduk Split. Tá fekk kroatiska liðið tríggjar vandastøður - í stóran mun eftir HB-mistøk - men eisini eftir at Split traðkaði eitt sindur á spitaran. Hetta kvøldið fekk liðið hjá Adolfo Sormani taktstokkin rættan út í nøkrum førum, og tók hann eisini.

Tað ber væl til at vísa á, at útiliðið í stóran mun hevði tamarhald á uppgerðini. 2-0 eftir hálvan tíma í fyrra dystinum, og soleiðis endaði tað samanlagt. Víðari luttøkan hjá Hajduk Split kom ikki heilt í vanda, og var tað lítið álopskent, sum kom frá liðnum hjá Gennaro Gattuso seinastu tríggjar hálvleikirnar.

Støðan kundi tó verið øðrvísi, um HB hevði havt eitt sindur meira skerpni og hepni á seinasta triðinginum: Áki Samuelsen, Samuel Chukwudi og Sammy Skytte høvdu allir heilt stórar møguleikar, umframt at millum annað Mikkel Dahl og Leivur Guttesen høvdu fínar skotroyndir.

Samanlagt burdi okkurt so givið mál, og um tað varð 1-0, ja so hevði heilt stórur spenningur komið í á Tórsvølli.

[object Object]
Teir bjóðaðu av...

[object Object]
og vóru eisini nær við nakrar ferðir at gera tað heilt spennandi (Myndir: Tórir Photo)

[object Object]Sammy Skytte bretti eisini bringuna fram til tíðir (Mynd: Tórir Photo)

HB, við nógvum ungum lokalum spælarum, flutti bóltin heilt væl til tíðir, og spældi við dirvi og nógvari orku. Menn settu seg eisini ígjøgnum í nærdystum móti útlendsku stjørnunum - millum annað Ejvind Restorff Mouritsen á miðjuni, og stinnu Samuel Chukwudi og Viljormur Davidsen aftan fyri hann. Hanus Sørensen hevði ein heilt góðan dyst, og bakkarnir - Ári og Ási - komu við nógvum. Javnan vantaði tó tað seinasta skerpni, og man sá eisini, at í verjustøðu er Hajduk Split væl sterkari enn eitt vanligt føroyskt lið.

Ikki nakað óvæntað í hesum, og ikki óvæntað kom Hajduk, sum skiftu Ivan Rakitic og Ivan Perisic inn seint, víðari. HB fekk ikki mál, men liðið fekk evropeiskt stig og eisini virðismiklar royndir - har útiáskoðarnir av álvara eisini spældu ein leiklut.

Kroatisku áskoðararnir høvdu gjørt um seg í býnum, og hetta kvøldið settu teir útvið 400 kroatarnir av álvara lív í Tórsvølli. Heldur nógv - dysturin varð steðgaður eina lítla løtu í 1. hálvleiki og eina longri løtu í 2. hálvleiki. Í fyrru atløgu var tað helst eitt "kanónslag" av einum og hvørjum slagi, sum gjørdi fleiri kløkk, og har okkurt petti kom inn á vøllin. Og so vóru tað rómaraljósini - sólirnar.

[object Object][object Object][object Object]
Øgiligur roykur frá útiáskoðarunum...hetta er ikki heilt lógligt, og noyddist dómarin at steðga dystinum (Myndir: Kristian Kruse)

Fleiri myndir her

[object Object]HB-fjøldin var meira rólig og hugnalig enn tann hjá Hajduk Split (Mynd: Tórir Photo)

UEFA Conference League 2. umfar, seinni dysturin
Tórsvøllur, hósdagin 01. august
HB - Hajduk Split 0-0 (0-2 samanlagt)

HB (4-3-3): Teitur Matras Gestsson - Ási Dam, Samuel Johansen Chukwudi, Viljomur Davidsen (L), Ári Mohr Jónsson - Sammy Skytte, Ejvind Restorff Mouritsen (78' Noah Mneney), Hanus Sørensen - Mohammes Samba (67' Leivur Guttesen), Mikkel Dahl (57' Emmanuel Duah), Áki Samuelsen


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 01. august 2024

39 Leygardagur 03. august 2024

Gattuso er fegin - blandaðar kenslur hjá Sormani

Portalurin fekk orðið á báðar italsku høvuðsvenjararnar á Tórsvølli hóskvøldið. Báðir róstu HB: - Teir góvu okkum trupulleikar allastaðni, segði Gattuso. - Vit stýra dystinum væl, segði Sormani

- Eg vil eisini geva mínum málverja eitt herðaklapp. Hann hevur tvær stórar bjaringar, umframt at vit bjarga á mállinjuni. Um HB skorar uppá onkrar av sínum stóru møguleikum, so høvdu vit kanska verið meira raktir av nervum (Mynd: Tórir Photo)
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

- Eg eri ógvuliga fegin

Hetta staðfesti Gennaro Gattuso beinanvegin, tá Portalurin á tíðindafundinum spurdi kenda italiumannin, um hann var nøgdur við sítt lið og úrslitið: 0-0 á Tórsvølli.

Lið hansara er harvið víðari í Conference League, og høvuðsvenjarin hjá Hajduk Split noyddist eisini at rósa málverja sínum, Ivan Lucic. Gattuso viðurkennir, at tað kundi verið heilt tætt samanlagt: 

- Eg vil eisini geva mínum málverja eitt herðaklapp. Hann hevur tvær stórar bjaringar, umframt at vit bjarga á mállinjuni. Um HB skorar uppá onkrar av sínum stóru møguleikum, so høvdu vit kanska verið meira raktir av nervum, og man hevði ikki vita, hvat hevði hent.

[object Object]
Ivan Lucic í málinum varð dagsins maður hjá Hajduk Split. Her bjargar hann roynd frá Mohammes Samba fyri steðgin (Mynd: Tórir Mikkelsen)

Undn dystinum sló Gennaro Gattuso ógvuliga fast, at tað fór at verða trupult hjá Hajduk Split móti HB. Tað gjørdi tað eisini. Vit spurdu ídna venjaran, um hann kortini ikki var bilsin av, at dystarmyndin var, sum hon var, og eisini um HB serliga gav Hajduk trupulleikar á nakran heilt ávísan hátt

- Eg havi vitað í nakrar vikur, at hetta er eitt sterkt og ágrýtið lið, sum vit fóru at hitta. Havi sæð hvussu væl HB kunnu spæla, tá eg havi fyrireika meg og okkum. Eitt ágangandi lið, sum gav okkum trupulleikar allastaðni á vøllinum og stóran part av dystinum. Tí eri eg so glaður um úrslitið: Vit kundu skorað fleiri mál í fyrra hálvleiki á heimavølli, men HB kundi fingið í øllum førum okkurt í dag.

[object Object]
Teir báðir italsku venjararnir vóru ógvuliga virknir við síðulinjuna gjøgnum dystin. 4. dómarin fekk sítt, spælararnir sítt, og teir keglaðust eisini sínámillum

Sormani: - Stýra dystinum væl, men hetta er ein lærdómur

Adolfo Sormani stóð við ógvuliga blandaðum kenslum eftir 0-0 javnleikin móti  Hajduk Split. Kroatiska stórfelagið er víðari, og var avrikið í fyrra dystinum dýrt fyri HB, staðfestir høvuðsvenjarin.

- Sum eg segði við teg á tíðindafundinum í gjár, so var eg ógvuliga vónbrotin um fyrra dystin. Um vit høvdu spælt sum í kvøld í Kroatia, so høvdu vit møguliga verið komnir víðari.

- Hetta er ein lærdómur fyri okkum. Tá man hevur møguleikan í sínum hondum, so skal man trúgva uppá tað. Kanska eisini ein lærdómur til onnur lið í Føroyum, tí góðskan og inntenstieturin her er høg - serliga í dystinum millum tey fremstu føroysku liðini. 

HB og føroyskur fótbóltur kanska kunnu nýta hetta avrikið frameftir, og italski venjarin rósar sínum monnum - sum kanska bara vantaðu skarpleikan og royndirnar í kvøld:

- Vit stýrdu dystinum væl i kvøld, og vit brenna 3-4 heilt stórar málmøguleikar. Sjálvandi vantar okkum royndir. Vit hava ikki - sum Hajduk Split - spælarar við eini 500 dystum á heilt høgum stig. Men eg vil rósa mínum spælarum, sum spældu ein ógvuliga góðan dyst, segði Sormani at enda.

[object Object]- Kanska eisini ein lærdómur til onnur lið í Føroyum, tí góðskan og inntenstieturin her er høg - serliga í dystinum millum tey fremstu føroysku liðini (Mynd: Tórir Photo)

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 01. august 2024

40 Leygardagur 03. august 2024

- Vit eru omaná men taka ikki av møguleikunum

Ási Dam og Ejvind Restorff Mouritsen hoyrdu væl Hajduk-fjeppararnir, men ungu HB'arnir hugsavnaðu seg og trýstu gestirnar. - Um vit spæla soleiðis hvønn dyst, kann einki lið í Føroyum vinna okkum

20-ára gamli Ejvind Restorff Mouritsen (sæst aftanfyri Teit Matras Gestsson) stóð sterkur á myndini á HB-miðvøllinum. - Tað er bara feitt at uppliva slíkar áskoðarar. Hetta er man ikki vanur við í Føroyum, men tað snýr seg um at halda fokus
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

- Haldi vit spæla ein ógvuliga góðan dyst. Skapa nógvar málmøguleikar og hava teir undir trýsti stóran part av tíðini. Tað er fyrri dysturin, sum ger, at vit ikki koma víðari.

Soleiðis segði Ási Dam, tá Portalurin fekk orð á 21-ára gamli HB-bakkin uttanfyri skiftingarrúmið eftir javnleikin móti Hajduk Split hóskvøkdið. 20-ára gamli liðfelagin hjá Ása, Ejvind Restorff Mouritsen, ið eisini er uppvaksin í felagnum, er samdur.

- Har eri eg samdur við Ása. Vit eru omaná størsta partin av dystinum, og koma til nógvar kjansir. Men eri vónbrotin av at vit ikki fá mál og ikki vinna dystin. (...) nakrir eru 100 prosent kjansir, men vit taka bara ikki av. Tað er munur á, hvør kemur víðari.

Báðir hava havt eitt gjøgnumbrot á besta liði barndómsfelagsins í ár, og vístu seg væl fram hóskvøldið. Ási vísir á, at HB kann byggja á Conference League avrikið móti kroatiska stórfelagnum 

- Um vit spæla soleiðis her hvønn dyst, so er tað einki lið í Føroyum, sum kann vinna okkum. Hetta ein ein av bestu dystunum hjá okkum í ár; við tempo og inntesiteti. Vit renna teir niður, og pressið hjá okkum situr perfekt.

[object Object]Ási Dam (nummar 20) heilsar uppá Ivan Raktic, sum spældi seinastu tjúgu minuttirnar á Tórsvølli. Royndi kroatiski miðvallarin hevur vunnið Champions League og Europa League, og í spældi hóskvøldið í Conference League, fyri Hajduk Split og í Føroyum á fyrsta sinni (Mynd: Tórir Photo)

Brádliga skuldi Ási byrja - bilsnir men hugsavnaðir HB'arar

Tað lá annars ikki í kortunum, at Ási Dam skuldi byrja inni. Í roynd og veru var tað skjalfest - á dómaraseðlanaum - at Mathias Voss byrjaði inni á høgra bakki, Ári Mohr Jónsson á vinstra bakki, meðan 21-ára gamli havnarmaðurin hesaferð skuldi vera á bonkinum.

Voss fekk tó trupulleikar í upphitingini, og so gekk tað skjótt:

- Fekk tað at vita eini 10-15 minuttir áðrenn, at dysturin skuldi byrja. Tá allir eru lidnir at hita upp, má eg fara drønandi í gongd og næstan sprinta beinanvegin. Eri ikki ordliga fyrireikaður mentalt uppá at byrja og blívi ræðuliga nervøsur, men eg veit ikki...tað gekk fínt, og haldi at tað koyrdi bara, sigur Ási Dam við Portalin.

Men hvussu upplivid bakkurin so rómaraljós, larm og trýst frá áskoðarunum, sum vóru við at steðga dystinum tvær ferðir.

- Í byrjanini varð man eitt sindur bilsin av, hvussu hørð rópini vóru, men tað gongur ein løta, so hugsar man ikki um tað. Tað var tað sama á útivølli; tað er so nógvur larmur, at man ikki fær tosa við hvønn annan. Men tá man er komin í gongd at spæla, hgusar man ikki um tað.

Ejvind Restorff Mouritsen ger eisini greitt, at man bara skuldi gera sínar upgávur - tó var tað feitt, heldur ungi miðvallarin 

- Man roynir at bara at hugsavna seg og gera sína uppgávur. Hetta er man ikki vanur við í Føroyum, so tað er bara feitt at uppliva slíkar áskoðarar - sum eisini vilja tað so nógv - man ja; halda fokus.

[object Object]Eivind og Ási í einum gjøgnumbrotsári. Havnarmenninir eru eisini U21-landslisspælararnir, og hava nú fingið eina stóra upplving afturat - her síggjast teir eftir steypasigur í Klaksvík fyrr í ár (Savnsmynd. Sverri Egholm)


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 02. august 2024

41 Leygardagur 03. august 2024

Løgreglumaður sligin í nakkan

Løgreglan hevði nakað av arbeiði í sambandi við dystin hóskvøldið, og nú skal eftirmeting gerast, so mann er betri fyrireikaður til næstu ferð

Fjepparar høvdu neyðbluss við sær á Tórsvøll, og tað kann hugsast, at tey eru tikin út bátum í Havn, og eiga bátaeigarar at kanna eftir, um bátarnir mangla neyðbluss, sigur løgreglan (Mynd: Tórir Photo)
SkrivaÐ:

Alda Nielsdóttir

Fleiri hundrað fjepparar hjá kroatiska felagnum Hajduk Split vóru komnir til Føroya í sambandi við dystin móti HB á Tórsvølli hóskvøldið, og trupulleikar hava verið av teimum í miðbýnum í Havn.

Hetta hevði m.a. við sær, at skeinkistøð valdu at steingja.

Ein kroati varð handtikin í miðbýnum um hálvgum trý-tíðina fyri at vera ólátaður og blaka eina fløsku á vegin. Hann fær í øllum førum eina skuldseting fyri brot á skilhaldsreglurnar, og hann hevur møguliga gjørt okkurt annað eisini, segði vaktleiðarin á løgreglustøðini í Havn í gjáramorgunin. Lagt verður afturat, at eingin fekk nakran skaða í hesum sambandi.

Í sambandi við dystin, varð ein løgreglumaður eisini sligin í nakkan tríggjar ferðir, tá kroatar stormaðu inngongdina á Tórsvølli.

Hetta var tá vaktir og løgreglufólk vóru í gongd við at visitera fólk og kanna, um tey høvdu okkurt við sær inn á vøllin, sum teir ikki skuldu hava. Mann fekk tí ikki kannað øll, og tí bar til hjá kroatisku fjepparunum at hava neyðbluss við inn á vøllin. Hugsast kann, at teir hava stolið tað frá bátum, sum liggja við bryggju í býnum, og eiga bátaeigarar at kanna bátarnar, sigur vaktleiðarin.

Lagt verður afturat, at løgreglumaðurin ongan skaða fekk, men hann hevði eitt sindur ilt í høvdinum.

Upptøkur frá vakmyndatóli eru, sum skuldu kannast nærri, og eisini fær løgreglan hjálp frá sonevndum spottarum úr Kroatia, sum eru komnir til landið í sambandi við dystin.

Eftir dystin var tó friður, tí skeinkistøðini høvdu valt ikki at hava opið. Kroatisku fjeppararnir fara av landinum næstu dagarnar, og nú skal ein eftirmeting gerast fyri at vita, hvat kann gerast betur í sambandi við slíkar dystir, sigur vaktleiðarin.

Kroatisku fjeppararnir hava málað veggjakrutl ymsastaðni í miðbýnum, og tað verður ikki gjørt meira við málið, tí at løgreglan ongan møguleika hevur fyri at finna útav, hvør hevur gjørt tað. Tí kundi eitt hugskot til næstu ferð verið at havt fleiri løgreglufólk á gøtuni, verður sagt.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 02. august 2024

42 Leygardagur 03. august 2024

Magnus Holm Jacobsen og Heðin Hansen vóru ikki í HB-hópinum

- Vit hava nakrar reglur í HB, sum tú mást halda, og fyri meg er er loyalitetur grundleggjandi, staðfestir venjarin, Adolfo Sormani. Hann vildi annars ikki siga nógv um støðuna

Magnus Holm Jacobsen kom aftur til barndómsfelagið í vetur, men tíðin hevur higartil verið darvað av skaðum. Nú órógvar annað eisini. Magnus venur í løtuni við næstabesta liðnum (Mynd: Havnar Bóltfelag)
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

Til Conference League-dystin móti Hajduk Split hóskvøldið vóru tveir spælarar heilt uttanfyri HB-hópin, sum annars eru fast við. Magnus Holm Jacobsen hevur gamaní spælt heilt lítið í ár vegna skaða, men hevur verið tøkur størsta partin av tíðini seinastu mánaðirnar, og Heðin Hansen hevur spælt 16 dystir í ár, sambært FaroeSoccer.

Miðvallararnir - við nógvum royndum frá evropeiskum dystum og frá ymsum landsliðnum - komu tó ikki á vøllin í Kroatia í síðstu viku, og tað var har, at veruligt misljóð kom í.

Sambært okkara upplýsingum tóku Adolfo Sormani og toymi avleiðingarnar av, at nevndu spælarar vóru heldur ólýdnir og sambært teimum slakaðu á tí fótbóltsliga, og í mun til kropsligu krøvini.

[object Object]
Heðin Hansen í evropeiskum dysti fyri HB í 2022. Hann fekk ongan minutt í Conference League í ár (Mynd: Jens Kr. Vang)

Magnus og Heðin vóru ikki at síggja til venjingina mikukvøldið, og sum nevnt vóru teir ikki á dómaraseðlanum hóskvøldið.

Eftir dystirn fingu við høvuðsvenjarin hjá HB at stutt seta orð á støðuna. Tað varð váttað, at teir ikki eru partur av hópinum beint nú, og Sormani tosaði eitt sindur um reglur og trúfesti (loyalitet).

- Mær dámar ikki at tosa um slík ting, tí teir eru partur av felagnum – av familjuni. Men tá tað er sagt, so eru reglur her, sum tú mást halda, um tú vilt verða partur av tí. Fyri meg er tað grundlegjandi, at tú ert loyalur, og at tú stríðist hvønn dag og allan partin av degnum fyri hesum.

So tá, ella um teir vísa hetta, verða teir so aftur í hópinum hjá tær?

- Eg vil heldur tosa um dystin í dag og takka okkara spælarum, tí teir spældu ein ógvuliga góðan dyst

So ein rímiliga greiður, men fámæltur Adolfo Sormani – í øllum førum í mun til hesa støðuna. HB-venjarin nøgdur við 0-0 móti Hajduk Split, har HB til tíðir veruliga vísti tenn.

[object Object]
Adolfo Sormani er ikki bangin fyri at vísa sínar kenslur við síðulinjuna. Royndi italski HB-venjarin veit eisini, hvat hann krevur av sínum spælarum. Hann fór ikki í smálutir í samrøðuni hóskvøldið, men gjørdi greitt, at har eru nakrar rammur, sum spælararnir skulu vera innanfyri (Savnsmynd: Sverri Egholm)

Heðin við aftur

Í gjár frættist, at Heðin Hansen nú aftur er partur av besta HB-bópinum. Hann skuldi vera við til venjingina í gjárkvøldið.

Hetta váttaði 31 ára gamli Heðin Hansen fyri Portalinum.

- Hatta er nú orðna í sátt og semju, og nú koyra vit víðari, sigur Heðin Hansen.

Hann hevur ikki fleiri viðmerkingar, men misljóðið millum Heðin Hansen og venjaratoymið er ikki har longur. Heðin hevur sáttmála við HB til og við kappingarenda 2025. Gøtumaðurin hevur spælt 16 dystir í ár og hevur verið í felagnum í samanlagt fimm ár.

Sáttmálin hjá Magnusi Holm Jacobsen gongur út við ársenda. 24-ára gamli hoyvíkingurin kom aftur til barndómsfelagið úr 07 Vestur í vetur, men hevur spælt í bert fimm dystum í ár - serliga vegna drúgvan skaða. 

Magnus Holm Jacobsen venur í løtuni við 1-deildarhópinum. Tað váttaði hann fyri Portalinum í gjár, og hevði annars ikki nakra viðmerking til støðuna.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 02. august 2024

43 Leygardagur 03. august 2024

Mótbrekkan gjørdist ov brøtt: 3-0 til Gent við Djúpumýru

Víkingarnir vístu bæði tenn og vøddar, men tað gjørdist tíverri ikki nokk. Við brotssparki og finessum vunnu belgisku meistararnir 7-1 samanlagt á Víkingi

Aron Ellingsgaard bleiv innskiftur og fekk sett sítt fingramerki á dystin (Mynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Áron Vest

Tann fyrsta hálva tíman hevði belgiska liðið, KAA Gent, greiðan yvirvág. Tað mesta av spælinum gekk fyri seg gjøgnum teirra miðvøll, sum Víkingur stríddist við at bróta niður.

Tá so fyrri hálvleikur var farin at halla, megnaðu ljósabláu eysturbúgvarnir at vísa belgiska liðnum, hvat teir fóru at koma út til í seinna hálvleiki. Síðstu minuttirnar í fyrra hálvleiki koppaði spælið eitt sindur til Víking, men ikki nokk til at teir fingu hol á.

Fleiri myndir frá dystinum

[object Object](Mynd: Sverri Egholm)

Víkingur hevði skiftisvís yvirvág í seinna hálvleiki, har málmøguleikarnir vóru í fleirtali. Gent var tó ein størri mótstøða, og hevði nógv fleiri málmøguleikar enn Víkingur.

Tá ein góður tími var farin, fekk serbiski leikarin, Stefan Mitrovic, lagt Gent á odda. Innan næsta korterið komu bæði hini málini.

Tað var við brotssparkið í 77. minutti at sigurin hjá Gent bleiv staðfestur. Tá var regnið oysandi og hýrurin við Djúpumýru dalaði sera nógv millum viðhaldsfólkini.

Conference League 2. umfar, seinni dysturin
Við Djúpumýru, hósdagin 01. august

Víkingur - KAA Gent 0-3 (1-7 til Gent samanlagt)
64' 0-1 Stefan Mitrovic (Max Jimmy Dean)
69' 0-2 Matias Fernandez-Pardo (Pieter Gerkens)
77' 0-3 Max Jimmy Dean br.

Víkingaliðið: Bárður á Reynatrøð - Signar á Brúnni, Atli Gregersen (L), Arnbjørn Svensson, Ingi Jonhardsson - Poul Kallsberg (46' Olaf Bárðarson), Árni Nóa Atlason, Geza Dávid Turi (60' Aron Ellingsgaard), Jákup Johansen (76' Páll Eirik Djurhuus) - Sølvi Vatnhamar (60' Finnur Justinussen), Jørgen Nielsen (76' Martin Klein Joensen)


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 01. august 2024

44 Leygardagur 03. august 2024

NSÍ vann ólavsøkudystin móti B68

Liðið hjá Jens Wedeborg vann greitt á grannunum í fyrsta dystinum eftir summarsteðgin og er í løtuni á 4. plássi. Nógv fólk vóru til dystin á Tórsvølli, sum endaði 4-1

Fyrrverandi B68-áleyparin, Steffan Løkin, skoraði sítt 6. og 7. mál í Betrideildini í ár (Savnsmynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

Summarsteðgurin í Betrideildini hjá monnum er av. B68 og NSÍ høvdu framskundað sín dyst í 17. umfari til ólavsøkudag, og flutt hann til Havnar, og tjóðarleikvøllurin á tjóðardegnum varð ein góð uppliving hjá NSÍ'arum - eins og tað var fyri 22 árum síðani, tá Løgmanssteypið kom í hús eftir finalu móti HB.

NSÍ fekk sítt spæl at eydnast, meðan tað ikki heilt hekk saman hjá B68 - millum annað í verjustøðu.

Í 14. minutti legði Beinir Nolsøe NSÍ á odda, og maðurin sum legði upp, Klæmint Andrasson Olsen, skoraði sjálvur tjúgu minuttir seinni.

Teir í gulum avgjørdu í roynd og veru dystin, tá ein tími var spældur. Steffan Løkin hevur havt eitt gott kappingarár, og 23-ára gamli áleyparin skoraði til 3-0. 

Steffan, ið spældi fyri B68 í 2021 og 2022, gjørdist tvífaldur málskjútti, tá fimm minuttir restaðu í. Alex Mellemgaard hevði stutt frammanundan minkað um munin við brotssparki, og eftir B68-álop fór NSÍ í kontra. Petur Knudsen til stroks, fann Steffan Løkin í brotsteiginum, og nummar 7 smekkaði bóltin framvið Tórði Thomsen.

4-1 og NSÍ er komið uppum 31 stig. Uppflytararnir hava í løtuni átta stig niður til B36, og hetta er góð støða hjá Jens Wedeborg og hansara monnum. B68 er eitt stig omanfyri strikuna.

Almenna áskoðaratalið á FaroeSoccer er nakað yvir 2.340. Hetta er nakað undir tað, sum var til líknandi dystin millum ÍF og TB í fjør, men tað er framvegis eitt gott áskoðaratal til landskappingardyst millum B68 og NSÍ.

Betrideildin 17. umfar
Ólavsøkudagur, 29 juli
B68 - NSÍ 1-4 (0-2)
14' 0-1 Beinir Nolsøe (Klæmint Andrasson Olsen)
34' 0-2 Klæmint Andrasson Olsen
60' 0-3 Steffan Abrahamsson Løkin (James Drye)
80' 1-3 Alex Mellemgaard br.
86' 1-4 Steffan Abrahamsson Løkin (Petur Knudsen) 

Støðan:
1. Víkingur 45 stig
2. HB 39 stig
3. KÍ 36 stig
4. NSÍ 31 stig *
5. B36 23 stig
6. 07 Vestur 21 stig
7. Skála 14 stig
8. B68 11 stig *
9. EB/Streymur 10 stig
10. ÍF 3 stig

Komandi dystir:

Sunnudagin 4. august kl. 15: 07 Vestur - KÍ
Sunnudagin 4. august kl. 17: HB - Skála 

Mánadagin 5. august kl. 18.30: ÍF - Víkingur
Mánadagin 5. august kl. 18.30: EB/Streymur - B36

Fríggjadagin 9. august: NSÍ - Skála

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 29. juli 2024

45 Leygardagur 03. august 2024

Bogi fer nú at spæla við FIF

22-ára gamli høgri vongurin úr Hoyvík gerst fjórði føroyingur í felagnum í næstbestu donsku deildini: Legst afturat Jónasi Gunnarsson Djurhuus, Janusi Dam Djurhuus og Leivi Mortensen

Bogi Hansen vann aftur FM við H71 síðsta kappingarár, har nummar 71 eisini varð besti høgri bakkur í Føroyum. Nú fer hann aftur út á vonginum at spæla sum útgangspunkt, og verður tað í donskum hondbólti (Mynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

Hann hevur vunnið nógv steyp við barndómsfelagnum seinastu árini, og síðsta kappingarár spældi Bogi Hansen stóran leiklut sum høgri bakkur hjá ungu føroyameistarunum úr H71 - eisini var hoyvíkingurin á ársins liði.

Bogi hevur annars altíð verið vongur. Tað er har, hann hevur spælt á ungdómslandsliðnum - er partur av sterka 2002-árganginum - og tað er har, at lámi spælarin fer at spæla fyri felagið av Frederiksberg.

[object Object]
Bogi Hansen til U21 HM í fjør. Hann hevur verið við til at spæla tvey endaspøl, vunnið European Championship og European Open við 2002-árganginum (Savnsmynd: Sverri Egholm)

FIF er eitt "føroyingafelag" í næstbestu donsku deildini. Har spæla Jónas Gunnarsson Djurhuus, Janus Dam Djurhuus og Leivur Mortensen. FIF endaði mitt á stigatalvuni síðsta kappingarár og hevur gjørt ein vørr í donsku steypakappingini í 2024. Bogi Hansen hevur vant við liðnum ein part av summarinum.

Bogi flytur fyrst og fremst til Danmarkar í lestrarørindum, men 22-ára gamli hoyvíkingurin skal nú eisini royna sítt hondbóltsflog í danska høvuðsstaðnum. Hann hevur áður verið partur av bruttohópinum hjá A-landsliðnum.

Talan er ikki um eitt skiftið, sum FIF Håndbold hevur kunngjørt, men Portalurin hevur fingið tað váttað frá góðum keldum.

Tað var greitt, at Bogi Hansen fór at gevast føroyskum hondbólti eftir summarferiuna. Sostatt hevur H71 mist tríggjar lyklaleikarar. Umframt Boga, er Svein Olafsson farin til Afturelding í Íslandi og Ísak Vedelsbøll til IK Sävehof í Svøríki.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 02. august 2024

46 Leygardagur 03. august 2024

Ása á Neystabø og Jón Brekku FM vinnarar 2024

FM finalur í tennis vóru farna vikuskiftið

Katrin á Neystabø, Ása á Neystabø, Jón Brekku og Hjalti Mohr Jacobsen (Mynd: Havnar Tennisfelag)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Hóast tað regnaði nokk so illa, so ávirkaði tað ikki spælið stórvegis, og eftir tveir góðar dystir við frálíkum tennis, vóru FM vinnararnar 2024 funnir.

Hjá kvinnunum sigraði Ása á Neystabø á systrini Katrini, og hóast tær báðar hava fleiri finalur sínamillum, so er hetta fyrstu ferð, at Ása stóð eftir við gullinum. 

Úrslitið gjørdist 7-6 1-6 7-5.

Hjá monnunum spældi Jón Brekku ein branddyst móti Hjalta Mohr Jacobsen.

Dysturin bjóðaði upp á langar duellir og harðar bóltar, men knívskarpa slice'in hjá Jóni átti oftast munin, tá avtornaði.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 27. juli 2024

47 Leygardagur 03. august 2024

Líggjas Jógvansson vann Føroya Banki Open

Julius Johannesen vann kappingina fyri seniorarnar

 
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

Árliga golfkappingin, Føroya Banki Open, varð spæla á golfbreytini á Glyvursnesi í rættiliga nógva vindinum leygardagin.

Kappingin var skipað sum ein stableford-kapping, ið merkir, at spælararnir fáa stig í mun til teirra handikapp. Tí er vinnarin ikki altíð tann spælari, ið brúkar fægst sløg, men tann, ið klárar seg best í mun til sítt handikapp.

Kappingin var býtt upp í tvær stablefordkappingar. Ein fyri seniorar, sum spældu 9 hol og so tann vanliga, sum varð spæld á fullum vølli við 18 holum.

Eisini varð kappast um at ligga næst holinum á teimum báðum par 3-holunum, sum eru á breytini.

Hóast tað var ein stablefordkapping, var eisini kappast um at brúka fægst sløg til 18 hol.

Fyri at fáa spælararnar at hjálpa hvørjum øðrum, var hvør bólkur eisini eitt lið, sum kappaðust í eini liðkapping.

Stjórin í Føroya Banka - Turið Finnbogadóttir Arge – handaði vinnarunum vinningar, umframt at geva øllum luttakarunum eini eskju av golfbóltum við búmerkinum hjá Føroua Banka á.

[object Object]
Frá vinstru: Palli Henriksen, Líggjas Jógvansson og Bjarne Jørgensen

Úrslitini vóru hesi:

Næst holinum á 2/11: Graham Stewart
Næst holinum á 5/14: Wentzel Kamban
Á vinnandi liðnum, sum hevði 30 stig í meðal, vóru: Páll Kjærbæk, Julius Johannesen og Óli Jacobsen
Spælarin, sum brúkti fækst sløg: Wentzel Kamban við 91 sløgum.

Í stablefordkappingini yvir 9 holum var úrslitið hetta:
1. Julius Johannesen 32 stig
2. Janus Norðberg 31 stig
3. Suni Rasmussen 31 stig

Í stablefordkappingini yvir 18 holum var úrslitið hetta:
1. Líggjas Jógvansson 31 stig
2. Palli Henriksen 31 stig
3. Bjarne Jørgensen 31 stig

Tá tað stendur á jøvnum í stigum millum spælarar, vinnur spælarin, sum hevur lægst handikapp. 

[object Object]
Julius Johannesen saman við Turið Finnbogadóttir Arge, stjóra í Føroya Banka

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 30. juli 2024

48 Leygardagur 03. august 2024

Sarah Mahfoud roynir aftur at fáa ein HM-dyst

Fyrrverandi heimsmeistarin úr Vestmanna skal boksa í Royal Arena í oktober

(Savnsmynd)
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Tá Sarah Mahfoud í apríl boksaði móti núverandi WBC-heimsmeistaranum, Skye Nicholson í Las Vegas, misti hon eisini møguleikan fyri at endurvinna eitt HM-belti.

Men hóast vónbrotið hevur vestmannakvinnan við bústaði í Danmark framvegis ætlanir um at boksa seg til ein stórdyst aftur.

Fyrsta stig á hesi leið er í Royal Arena á Amager, tá boksistevnan Danish Fight Night er á skránni.

- Hugurin til nevaleik og serligi neistin, ið er neyðugur, eru við at venda aftur. Eg havi fingið eitt sterkt lið av hjálparum til fyrireikingarnar, sum hesaferð verða eitt sindur øðrvísi enn tær fyrr hava verið.

- Eg liggi framvegis ovarlaga hjá fleiri av HM-sambondunum, so eg eri avgjørt ikki liðug enn. Tað hevði ikki verið rætt at støðga nú eftir ósigurin í Las Vegas, tá eg veit, at eg havi meira at geva. Nú skal eg bara geva meg fult út í venjingarhølinum, og so megna at boksa ein góðan dyst 12. oktober, sigur Sarah Mahfoud, ið júst er vend aftur til Danmarkar eftir m.a. at hava verið við til at halda ólavsøku í Føroyum saman við vinum og familju.

Dansk-føroyski boksarin var IBF-heimsmeistari frá 2020 til 2022, og roynir nú at fáa ein HM-dyst í fjøðurvekt í einum at veimum stóru HM-samgongunum. Amanda Serrano hevur sitið tungt á hesum vektflokkinum seinastu árini, men broytingar eru nú á veg.

Skye Nicholson situr á trónuni hjá WBC, og so er IBF-heitið júst latið leyst, tí Amanda Serrano ikki megnaði at verja heitið innan fyri ásettu tíðarfreistina.

Sambært týskum miðlum, er Nina Meinke, sum Sarah Mahfoud fyrr hevur vunnið á í HM-dysti, nú innstillað til at boksa um heitið.

Amanda Serrano er framvegis heimsmeistari hjá WBA og WBO, men skal í november boksa HM-dyst í super-lættvekg móti Katie Taylor, og harvið er ógreitt hvat hendir eftir tað.

Vinnur hon heitið, fer t.d. WBO helst at seta krøv um, at hon innan tvær vikur skal gera av, hvønn av teimum báðum vektflokkunum, hon framhaldandi vil vera heimsmeistari í.

Sarah Mahfoud er í løtuni styrkismett sum nummar 2 hjá WBO, nummar 1 hjá WBC og nummar 6 hjá IBF. Saman við øðrum bíðar hon eftir at fáa møguleikan til ein dyst um eitt heiti, serliga um tað eydnast henni at vinna dystin í Royal Arena 12. oktober.

Enn er ikki upplýst, hvørjum Sarah Mahfoud skal møta á Danis Fight Night í Royal Arena.

[object Object] 

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 31. juli 2024

49 Leygardagur 03. august 2024

Væleydnað ólavsøkukappríðing

Tað eydnaðist at fáa eina brúkbara kappríðingabreyt í Marknagili, so langa røðin av ólavsøkukappríðingum ikki varð brotin

Alberg B. Lützen á hestinum Braga (Mynd: Føroya Ríðingarfelag)
SkrivaÐ:

Innsent

Undan ólavsøkukappríðingini í ár, vóru stór ivamál hjá fyrireikarunum, um hvussu tað mundi fara at ganga. Orsøkin var tann, at gamla ríðibreytin, ið Føroya Ríðingarfelag bygdi í 1970, er klovin í tvey av nýggja innkomuvegnum.

Men aftaná stórt fyrireikingararbeiði og við góðari hjálp frá Berghestum, Articon og Tórshavnar kommunu, so eyðnaðist at hava eina brúkbara breyt, so kappast kundi. 

[object Object]

Hetta var umráðandi fyri felagið, tí tað hevur verið kappast í kappríðing á hvørjari ólavsøku síðani 1936, tí legði felagið so nógv fyri, at røðin ikki var brotin. 

Kappingin eyðnaðist eisini væl, 35 ross vóru við og rætiliga fitt av fólkið vóru komin niðan í Marknagil at hyggja.

Fyrsta greinin var tølt, hana vann á Silja G. Eystberg á hestinum Tango, í hølinum á henni komu Johannessen brøðurnir Regin og Bárður á ávíkavist Brynjar og Stráki.

Síðani var kappast í skeið, har vann Yrsa H. Djurhuus á Orku, nr 2 gjørdist Jóannes Debes á Brúna. 

Í trav var tað aftur Yrsa H. Djurhuus ið vann, hesaferð á hestinum Grettir, nr. 2 var Marner Joensen á Glettu og nr. 3 Lív Djurhuus og Dropi.

[object Object]

Tvíspor ung vann Simona Tornby á Kiljan, nr 2 var Hanus Patursson á Spirit og nr 3 gjørdist Sólrun S. Lútzen á Thor. Tvíspor vaksin ll flokk vann veteranurin Annfinn Reinert á Urd, nr.  2 var ein annar veteranur, Hans Pauli Poulsen á Tindi, nr. 3 gjørdist Rebecka Jørgensen á Tobba. 

Tvíspor vaksin l flokk vann Alberg B. Lützen á hestinum Braga, nr. 2 gjørdist Silja G. Eystberg á Óðin og nr. 3 Beinta Niclasen á Freyr 

[object Object]
Tey skjótastu í tvíspori. Silja G. Eystberg, Alberg B. Lützen og Beinta Niclasen


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 31. juli 2024

50 Leygardagur 03. august 2024

Metstór luttøka á talv-OL

Fimm telvarar umboða Føroyar á talvolympiaduni í Budapest í næsta mánaði

(Savnsmynd: Jens Kr. Vang)
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Ongantíð hava so nógv lond verið umboðað á olympisku talvleikunum sum í ár. Ikki færri enn 193 lið eru við í almennu kappingini, og hjá kvinnunum eru liðini 183 í alt. Føroyar manna bara lið í almennu kappingini.  

Sum skilst hevur serstakur talvvenjari verður knýttur at fyrireikngunum hjá føroyska OL-landsliðnum. Venjingarnar fara fram bæði hvør í sínum lagi og saman sum lið.

Føroyar eru styrkismettar nummar 66 av teimum 193 londunum. Á seinastu olympiaduni hevði føroyska landsliðið ilt við at avrika í samsvar við styrkismetingina. Føroyska manningin stillar upp í hesari røð:

  1. GM Helgi Dam Ziska 2553
  2. Høgni Egilstoft Nielsen 2379
  3. Rógvi Egilstoft 2290
  4. IM John Rødgaard 2274
  5. Luitjen A. Apol 2251

Talvolympiadan, hin 45. í røðini, verður hildin í ungarska høvuðsstaðnum Budapest í døgunum 10. til 23. september.

[object Object]Hesir fara at umboða Føroyar á talv-OL í Budapest um góðar fimm vikur. F.v.: Helgi Dam Ziska, Høgni Egilstoft Nielsen, Rógvi Egilstoft, John Rødgaard og standandi føroyameistarin Luitjen Akselsson Apol og liðleiðarin Ingolf Gaard


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 31. juli 2024

51 Leygardagur 03. august 2024

Minningarorð um Jógvan Sundstein

Røðan, sum Bjørt Samuelsen, tingforkvinna, helt fyri fyrrverandi løgtingsformanni og løgmanni, Jógvani Sundstein, tá tingfundurin varð settur hósdagin

 
SkrivaÐ:

Minningarorð / Bjørt Samuelsen

Mánadagin 8. juli andaðist Jógvan Sundstein, fyrrverandi løgtingsformaður, løgmaður, landsstýrismaður og tingmaður, 91 ára gamal.

Jógvan Sundstein varð føddur í Havn 25. mai 1933. Foreldur hansara vóru Johanna Malena Jensen (Jóhanna Malena á Dul) og Hans Jacob Matras Sundstein.

Hann var elstur av seks systkjum, og vóru systrarnar Hanna og Marjun, sum eru farnar og Margreta, Agnas og Elisabet.

Jógvan tók realprógv í 1949, 16 ára gamal. Hann arbeiddi síðani í Sjóvinnubankanum. Í 1952 gekk leiðin til Keypmannahavnar á handilsskúla og síðani fór hann undir at útbúgva seg sum grannskoðari.

Hann fekk í 1963 prógv sum ríkisgóðkendur grannskoðari.

Jógvan giftist Lydiu, fødd Marstein úr Klaksvík, á sumri í 1956. Tey fingu børnini Hans Paula í 1957, Rutt í 1959 og Eivind í 1962. Hans Pauli andaðist í januar í ár, 66 ára gamal.

Heimafturkomin úr Danmark í 1964 stovnaði Jógvan sína egnu fyritøku, og var hann fyrsti ríkisgóðkendi føroyski grannskoðarin, sum stovnaði egið virki í Føroyum. Í nøkur fá ár hevði hann fyritøkuna saman við Paula Ellefsen, og seinni hevði hann grannskoðaravirki saman við Jógvani Amonssyni.

Jógvan Sundstein varð fyrstu ferð valdur á ting í 1970 fyri Eysturoyar valdømi, har hann aftur varð valdur í 1974. Frá 1978 varð hann valdur í Suðurstreymoyar valdømi, sum hann umboðaði í Løgtinginum, inntil hann gavst í politikki í 1994.

Jógvan Sundstein var løgtingsformaður tvær setur – frá 1980 til1984 og aftur frá 1988 til 1989.

Jógvan Sundstein gjørdist formaður Fólkafloksins í 1980, tá hann tók við eftir Hákun Djurhuus, sum gavst í politikki. Hann var formaður í trettan ár til 1993, tá ið Anfinn Kallsberg tók við sum formaður.

Jógvan átti týðandi leiklut, tá avtalað varð gjørd um at skipa samgonguna millum Javnaðarflokkin, Tjóðveldisflokkin og Fólkaflokkin, sum tók við í januar 1975.

Samgongan sum aftur varð skipað í januar 1979 og helt fram til januar 1981. Hetta var fyrstu ferð, at hesir flokkar gingu saman í samgongu, og er henda samgongan av fleiri nevnd sum eitt nýbrot í føroyskum politikki. Í endurminningunum sínum “Frá barnaárum ungum til lívsins heystartíð” skrivar Jógvan millum annað: “Hetta 4 ára skeiðið var gróðrarríkt og nógv kom av skafti. Fiskimarkið varð útflutt. Yvirtøkan av postverkinum, ..., varð sett í verk. Fyrisitingin av fólkaskúla- og almannamálum varð yvirtikið ... . Nýggj skattalóg varð samtykt, og fleiri útbyggingar vórðu settar í verk.”

Síðani nevnir hann serliga trý mál frá hesum valskeiði, sum hann kom at eiga stóran lut í, og sum lærdu hann nógv um forsíðu og baksíðu av politiska arbeiðinum. Tað var lógin um Landsbanka Føroya, útróðrarverkfallið og keypið av nýggjum Smyrli til suðuroyarsiglingina.

Í januar 1989 gjørdist Jógvan løgmaður í samgongu millum Fólkaflokkin, Tjóðveldisflokkin, Sjálvstýrisflokkin og Kristiliga Fólkaflokkin. Henda samgonga helt bert nakrar fáar mánaðir, og í juni 1989 varð nýggj samgonga skipað millum Fólkaflokkin, Sambandsflokkin og Tjóðveldisflokkin.

Í januar 1991 varð ein samgonga skipað ímillum Javnaðarflokkin og Fólkaflokkin.

Jógvan Sundstein gjørdist tá varaløgmaður og landsstýrismaður í fíggjarmálum. Tað má hava verið stórt hjá Jógvani Sundsteini at uppliva, at yvirtøkan av undirgrundini, sum stríðst hevði verið fyri í so nógv ár, loksins kom á mál undir tí landsstýrinum.

Vit kenna øll fíggjarligu brotasjógvarnar sum stutta tíð eftir skolaðu yvir bankarnar, familjurnar, vinnuna, ja landið alt. Jógvan Sundstein sigur frá øllum tí dramatiska, ið gekk fyri seg, ikki minst handan leiktjøldini, í ójøvnu telvingini millum danskar og føroyskar myndugleikar. Eg skal ikki fara longri inn í henda døkka og syrgiliga kapittul av søgu okkara, men neyvan hevur tað verið gamansleikur at standa við fíggjarróðrið í Tinganesi í ringastu krepputíð.

Í apríl 1993 varð samgongan millum Javnaðarflokkin og Fólkaflokkin avloyst av samgongu millum Javnaðarflokkin, Tjóðveldi og Sjálvstýrisflokkin, og árið eftir, tá val var í juli 1994, hevði Jógvan Sundstein tikið avgerðina um ikki at stilla uppaftur, og at gevast í politikki.

Tað verður ov drúgt at nevna alt virksemið hjá Jógvani, men hann var eisini m.a. semingsmaður frá 1970 til 1982, formaður í nevndini fyri Føroya Handilsskúla frá 1972 til 1988 og hann var limur í Norðurlandaráðnum fleiri skeið.

Jógvan Sundstein var politikari í tíðini, tá tað framvegis vóru 7 valdømir, og hann fekk dygga undirtøku frá veljarunum. Tað eru í dag bert tveir tingmenn eftir her á tingi, ið hava sitið sum tingmenn samstundis sum Jógvan Sundstein. Tað eru teir báðir Henrik Old og Jørgen Niclasen. Starvsfelagar, bæði í tí privata og í politikki, hava nógv gott at bera Jógvani. Hann verður nevndur vinarligur, reiðiligur, orðhaldin og gløggur. Sagt verður, at hann fór væl við starvsfólkunum og dugdi at byggja vinaløg tvørtur um politisk mørk. At hann ikki gjørdi mun á fólki, at hann var mildur og semjusøkjandi. Einfalt sagt – eitt gott fólk. Eginleikar, ið uttan iva hava borið langt í teimum semjum, sum hann var við til at fáa undir land.

Sjálvur sigur Jógvan soleiðis í endurminningunum:

“Mótsetningarnir í politikki kunnu vera so mangir, men tað skerst ikki burtur, at tað, sum hóast alt hevur mest at týða, er um kemiin passar saman”

Nógv er sagt og skrivað um politikaran og vinnulívsmannin, men Jógvan Sundstein var eisini trúgvandi maður og sannur familjumaður. Helst hevur tað verið ein avgerandi orsøk til, at hjúnini fyri 20 árum síðani valdu at flyta til Danmarkar, har børnini og barnabørnini búðu. At sonurin Hans Pauli, ið sum 7 ára gamalur undir skurðviðgerð gjørdist blindur, var ein hetja og stór fyrimynd hjá pápanum, er so væl greitt frá í kapitlinum “Lívið er kortini ikki bara ein dansur á rósum” í endurminningunum.

...

Tað var ein heilt serstøk jarðarferð, hósdagin hin 18. juli, nú vit úr Ebenezer fylgdu bæði Jógvani og soninum Hans Paula.

Ragnar O. Sundstein talaði vakurt um feðgarnar báðar, og um mammubeiggjan segði hann millum annað: “Hann náddi eisini tað her í lívinum, sum bert ein evarska lítil partur av menniskjum náa: Langt lív, konu, og børn í fleiri ættarlið, hús og heim, útbúgving og gott starv, og omaná alt tað kom hann uppá ovasta politiska tindin.”

Hann tosaði eisini nógv um privata persónin Jógvan Sundstein, um hvussu stóran týdning trúgvin hevði í lívi hansara, og millum annað um brennandi eldhuga hansara fyri fótbólti – og ikki minst fyri hjartabarninum B36. Og so segði hann:

“ Jógvan var góður við Føroyar. Ongin ivast í, at Jógvan var fyri frælsum Føroyum. Og tað er nokk ongin, ið hevur verið við til at tikið so nógv stig á sjálvbjargnisleið, sum júst Jógvan. Hansara diplomatisku dygdir hava verið sera ásýniligar, millum annað var hann semingsmaður í eini 12 ár, men eisini í mongum politiskum ósemjum, fekk hann mangan partarnar til sættis aftur.”

Tað regnaði illa hendan dagin, tá vit leitaðu okkum til minningarløtuna, men tað var blikalogn og sólin skein við lýkku á grøvina, tá feðgarnir báðir vórðu lagdir at hvíla fyri seinastu ferð – í føroyska jørð.

Tankar okkara leita í samkenslu til konu Jógvans, Lydiu, og børnini Rutt og Eivind, systrarnar hjá Jógvani, familjuna og tey, sum stóðu honum og soninum Hans Paula nær.

Djúpa samkenslu senda vit tykkum øllum.

Fari at biðja tingfólk øll reisa seg, so vit í tøgn og virðing kunnu minnast Jógvan Sundstein, sum brúkti so mong ár av lívsævi síni at tæna landi og fólki.

....

Á Løgtingi, 1. august 2024

Bjørt Samuelsen
løgtingsforkvinna 

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 01. august 2024