Lat aftur Yvirlit list articles in edition

Leygardagur 07. september 2024 | Nr. 36 | Árgangur 5 | Kr. 0,00

Óvanligir gestir skolaðu upp í Koltri

SíÐa 16

1 Leygardagur 07. september 2024

Góðan lesihug og gott Vikuskifti

Nýggj útgáva hvønn leygarmorgun kl. 7

Oddagrein

Kroystar finansir

Tað er nógv, sum týðir uppá, at landsstýriskvinnan við fíggjarmálum veruliga er komin í trongstøðu av, at henni ikki er eydnast at fáa føroyska búskapin á rætta kós.

Tað vóru álvarsligar ávaringar, sum komu frá Búskaparráðnum í vikuni. Ovurstór undirskot á fíggjarlógini fleiri ár á rað, hóast vit hava havt gyltar tíðir hesi seinastu árini.

Og á landskassanum hevur sitið kvinnan, ið er stendur á odda fyri flokkinum, sum í nógv ár hevur havt “fíggjarligt haldføri” sum sítt aðalmál.

Helst eru tað fleiri av teimum 2500 veljarunum, ið atkvøddu fyri Framsókn á løgtingsvalinum fyri skjótt tveimum árum síðani, sum gjørdu tað tí tey halda, at nakað eigur at verða gjørt fyri at bøta um haldførið. Og helst eru tað eisini fleiri av teimum, ið væntaðu, at flokkurin fór at gera nakað við hetta, tá forkvinnan fekk ábyrgdina av búskapar- og fíggjarmálum.

Men onki er hent enn á hesum øki. Tað, sum stendur eftir er, at Framsókn hevur verið við til at økja um umsitingina við tveimum aðalráðum við tilhoyrandi landsstýrisfólkum, soleiðis at flokkurin hóast bert undirtøku á 7,5 prosent, fekk tvey umboð í landsstýrinum hesaferð.

Áhugavert at fingið at vita hvørji krøv flokkurin hevur slakað við í samráðingunum fyri at fáa ein landsstýrissess afturat...

Fíggjarmálaráðkvinnan tyktist vera heldur kroyst í samrøðunum, vit hava hoyrt við hana hesa vikuna. Hon veit, hvat hon vil, men tað er týðuligt, at hon ikki sleppur at gera tað hon vil – altso, at hon ikki hevur meiriluta í samgonguni fyri seg. Og tað tyktist eisini hómast, at hon umhugsaði støðu sína í landsstýrinum – samgonguni.

Í hesum sambandi hevur verið nógv tosað um at hækka pensjónsaldurin og lækka rentustuðulin, og her hevur eisini verið sagt, at slík átøk ikki kunnu setast í verk í stundini, og tí gongur drúgv tíð áðrenn slík átøk síggjast aftur í landskassaroknskapinum.

Slíkar langtíðar ætlanir skulu – mugu – gerast. Men hetta er ikki eitt samgongumál. Hetta er tiltøk, ið skulu kunna halda í langt tíð frameftir, og tí krevja undirtøku frá fleiri, helst øllum, flokkum.

Ein kann undrast yvir, at hesar breiðu politisku samráðingarnar ikki eru farnar ígongd.

Men støðan krevur eisini tiltøk við virknaði beinanvegin. Og tá tosa vit kanska um sparingar, sum helst koma at raka. Niðurleggingar av arbeiðsplássum og kanska eisini heilum stovnum. Umsitingarligi bygnaðurin er alt ov høgur, hava vit sagt leingi. Men hvar skulu vit skera?

Tað er týðuligt, at fíggjarmálaráðkvinnan ikki hevur havt eina ætlan fyri hesum liggjandi klára áðrenn hon bjóðaði seg til at taka sær av finansunum. Tí tað nyttar ikki fyrst at seta seg væl og virðiliga inn í tingini fyri síðan at finna fram til, hvørji av alment settu starvsfólkunum ella stovnunum skulu offrast.

Slíkar ætlanir eiga at liggja klárar áðrenn farið verður til samgongusamráðingar, so at flokkurin kann gera krøv síni heilt greið longu við samráðingarborðið, og fáa eina avtalu við hinar samgonguflokkarnar, hvørji óbehagilig tiltøk skulu setast í verk, um ein meinar nakað við at vilja gera nakað við haldførið.

Hetta skal so gjøgnumførast áðrenn landsstýrisfólkið gerast ein alt ov integreraður partur av egnari umsiting. Tí landsstýriskvinnan fær jú ikki hjálp og vegleiðing frá egnum embætisfólkum, tá tað snýr seg um at skava burtur av almennu umsitingini. Tað sigur seg sjálvt.

Eina slíka ætlan hevur Framsókn ikki havt.

Her kunnu øll læra av Fólkaflokkinum, sum í fleiri førum hevur havt kollveltandi ætlanir klárar á fíggjarliga økinum, sum so eru framdar beinanvegin, sum samgongan er traðka til. Rokaligt, ja, men effektivt um flokkurin hevur ein politikk, sum hann veruliga vil hava ígjøgnum.


SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

  • Blaðið

    Stovnað 2020

    Útgevari: Knassar

    Upplag: 3507

    Lisnar síður: 12841

    Dagført 10. hvørt sekund
  • Samband

    tel. 20 80 80

    [email protected]



    Ingi Samuelsen

    Redaktørur

    [email protected]

    tel. 22 22 73


  • Borgar Kristiansen

    Lýsingarráðgevi

    [email protected]

    tel. 23 66 01

2 Leygardagur 07. september 2024

Búskapurin framvegis undir trýsti

Neyðugt at politiska skipanin fer undir eitt tíðarskeið við nýskipanum í almenna geiranum, sigur Búskaparráðið

Limir í Búskaparráðnum - Jan Otto Holm, Anja Rein, Johnny í Grótinum, Hans Ellefsen og Marjun Weihe Thomassen (Savnsmynd)
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Enn er ferð á búskapinum í Føroyum. Vøksturin í bruttotjóðarúrtøkuni, BTÚ, fyri 2023 til 2025 er mettur at verða ávikavist 5,6 prosent í 2023, 4,7 prosent í 2024 og 3,3 prosent í 2025, í leypandi prísum. Arbeiði er til allar hendur, og arbeiðsloysið er framvegis sera lágt. Starvsfólkatalið er høgt og lønargjaldingarnar eru veksandi. Stórt avlop er á handilsjavnanum, og prísirnir veksa ikki longur við somu ferð, sum teir hava gjørt.

Trot á arbeiðsmegi
Lága arbeiðsloysið er positivt fyri húsarhaldini, men búskaparliga kann eitt ov lágt arbeiðsloysi í longri tíð tó fáa ta avleiðing, at framleiðslan í landinum verður minni, enn hvat hon kundi verið. Búskaparráðið metir tað vera neyðugt, at politiska skipanin fremur broytingar og nýskipanir, sum økja um arbeiðsútboðið.

Ein háttur at økja um arbeiðsútboðið, er at avtaka fiskavirkisskipanina.

Fiskavirkisskipanin er skeiklandi fyri arbeiðsmarknaðin, tí hon minkar um tilskundanina hjá arbeiðismegini at flyta seg til tey arbeiðsøki og tær vinnur, ið tørva arbeiðsmegi. Hetta er eisini galdandi fyri útlendsku arbeiðsmegina.

Ein annar háttur at økja um arbeiðsútboðið er at fáa útlendingar til Føroyar at arbeiða, og her hava myndugleikarnar millum annað sett fast track skipanina í verk. Kappingin um útlendska arbeiðsmegina verður størri í framtíðini, tí nógv lond í vesturheiminum hava somu avbjóðingar við broytingum í aldurssamansetingini av búfjøldini sum Føroyar.

Ein triði háttur at økja um arbeiðsútboðið er at hækka pensjónsaldurin, sum eisini betrar um fíggjarpolitiska haldførið.

Politiska skipanin hevur umrøtt ætlanir um at stytta arbeiðsvikuna, ið er eitt átak, sum sannlíkt minkar um arbeiðsútboðið. Hvussu ein stytting av arbeiðsvikuni ávirkar arbeiðsútboðið eigur at verða greinað nærri, áðrenn ein slík broyting verður framd.

Trot á bústøðum
Ein týðandi fløskuhálsur, sum er við til at forða fyri framhaldandi fólka- og búskaparvøkstri í Føroyum er bústaðartrot.

Búskaparráðið metir tað vera umráðandi, at kommunur við stórum fólkavøkstri framskunda útstykkingar av grundstykkjum - serliga til bygging av íbúðum og øðrum smærri bústaðareindum, so bráfeingistørvurin skjótari verður nøktaður.

Hall í bestu tíðum
Bæði land og kommunur hava hall á roknskapunum í bestu tíðum. Landskassans hall er mett at vera væl omanfyri hálva milliard í ár, tá hædd er tikið fyri, at partur av tilfeingisgjøldunum skal í Búskapargrunn.

Eisini kommunali geirin sæð undir einum hevur hall, og hava tær havt hall líka síðani 2018. Hallið hjá kommununum er mett at verða um 240 milliónir krónur í 2024.

Tað er sera neyðugt at politiska skipanini fer undir eitt tíðarskeið við nýskipanum í almenna geiranum. Tað er ikki nokk at pjøssa uppá fíggjarlógina við ónevndum átøkum fyri 35 milliónir krónur um árið, sum ætlanin er sambært kørmunum hjá Fíggjarmálaráðnum. Neyðugt er við nýskipanum, sum veruliga muna, um fíggjarpolitikkurin skal fáast aftur á beint.

Búskaparráðið mælir politisku skipanini til at seta í verk eitt fíggjarpolitisk regluverk. Fíggjarpolitiska regluverkið skal tryggja, at tamarhald fæst á útreiðsluvøkstrinum. Harafturat er umráðandi, at kommunurnar eru fevndar av regluverkinum.

Fígging av eldraøkinum
Neyðugt er at endurskoða fíggingina av eldraøkinum. Ein tann størsta avbjóðingin fyri framman er, at vit verða lutfalsliga fleiri eldri samanborið við tey í arbeiðsførum aldri.

Eldraøkið liggur hjá kommununum, og tí hevði verið skilagott, um landspolitisku myndugleikarnir endurskoðaðu hetta økið.

Kommunurnar eru 29 í tali og sera ymiskar, bæði í aldursamanseting av íbúgvarunum og inntøkugrundarlagi, og ivasamt er, um tær allar megna avbjóðingina.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 02. september 2024

3 Leygardagur 07. september 2024

Eidesgaard: Uppgevandi landsstýriskvinna

- Havi sjáldan sæð eitt landsstýrisfólk vera so spert, sum Ruth Vang var mánakvøldið, sigur fyrrverandi løgmaður

Jóannes Eidesgaard (Savnsmynd)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Ruth Vang hevði einki boð uppá, hvat man kundi gera her og nú fyri at bøta um viðurskiftini á fíggjarlógini. Tað var sum um, at tað var máttloysi yvir henni.

Tað segði Jóannes Eidesgaard í sendingini "Stjørnin - politikkur á skák" á FM1 mikudagin.

Fíggjarstýringin hjá samgonguni og landsstýriskvinnuni við fíggjarmálum fekk ikki mjúka viðferð í sendingini hjá Árna Gregersen, har Jóannes Eidesgaard, Tórbjørn Jacobsen og Heðin Zachariasen umrøða politikk.

Sipað var til Dag og viku mánakvøldið, tá Ruth Vang var gestur.

[object Object](Skíggjamynd: Dagur og vika / kvf.fo)

- Hon var til teljing. Eg havi sjáldan sæð eitt landsstýrisfólk vera so spert sum hon var. Ruth Vang hevði tvey ting at bera fram. Tað var tað, at man skuldi hækka pensjónsaldurin, og tað er ein loysn uppá longri sikt, og so at minka um rentustuðulin, sum eisini er ein loysn uppá longri sikt.

- Ruth Vang hevði einki boð uppá hvat man kundi gera her og nú fyri at bøta um viðurskiftini. Ikki annað enn hesar somu 35 milliónirnar sum blivu nevndar umaftur og umaftur, men tað er lítið tá man hevur eitt hall, sum svingar upp ímóti einari hálvari milliard.

Máttloysi
- Eg føldi, at tað var eitt máttloysi yvir henni. At hon sum landsstýrisfólk ikki hevði eitt boð uppá politikk. Heldur hinvegin, at hon segði at krøvini frá tingfólkum vóru so høg, og øll vildu hava meira. Tað boðaði ikki frá góðum, segði Jóannes Eidesgaard.

Hann heldur tað vera ov vánaligt, at eitt ein sum bjóðar seg fram sum landsstýrisfólk við fíggjarmálum, ikki hevur boð uppá hesi tingini.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 05. september 2024

4 Leygardagur 07. september 2024

Erla Kongsdóttir sett í Suðuroyarsigling

Ferjan, sum vanliga røkir siglingina út í Hest, varð í gjárkvøldið sett í sigling millum Gomlurætt og Hvalba, tí klassin noktaði Smyrli at sigla í gjár

(Savnsmynd: Bjartur Vest)
SkrivaÐ:

Alda Nielsdóttir

Á middegi í gjár boðaði Strandfaraskip Landsins frá, at teir báðir túrarnir hjá Smyrrli í gjár vóru avlýstir orsakað av átrokandi umvælingum. Í staðin varð Erla Kongsdóttir sett í sigling millum Gomlurætt og Hvalba.

Pláss er fyri 96 ferðandi við Erli Kongsdóttir, sum ikki tók akfør við hesar túrarnar.

Fyrst var upplýst, at Smyril, um umvælingin gekk sum ætlað, kundi fara í sigling aftur í gjárkvøldið, men seinni varð boðað frá.

Ætlandi skuldi Smyril setast í sigling aftur tíðliga í morgun.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 06. september 2024

5

Størv

Nordiska ministerrådet söker Kontorschef till Vilnius

Meira Umsóknarfreist: 11. november 2024

Nettøkningur til Elektron

Meira Umsóknarfreist: 20. oktober 2024

Deildarleiðari til Byggimálsdeildina

Meira Umsóknarfreist: 21. oktober 2024

HR-medarbetare med intresse för administrativa arbetsuppgifter

Meira Umsóknarfreist: 17. oktober 2024

Løgfrøðingur til Sev - endurlýsing

Meira Umsóknarfreist: 13. oktober 2024

Dataleiðari til Føroya Tele

Meira Umsóknarfreist: 13. oktober 2024

Løgfrøðiligur málsviðgeri við ábyrgd fyri talgildan

Meira Umsóknarfreist: 14. oktober 2024

Roðin søkir eftir sjúkrarøktarfrøðingum, heilsurøktarum og heilsuhjálparum til demensdeildina, Suðurstovu.

Meira Umsóknarfreist: 17. oktober 2024

Starvsfólk til KAFÉ FAE á flogvøllinum

Meira Umsóknarfreist: 16. oktober 2024

Speditørur

Meira Umsóknarfreist: 13. oktober 2024

Barsilsstarv sum verkætlanarleiðari í Norðurlandahúsinum

Meira Umsóknarfreist:

Spennandi lestrarstarv á HR- og fyrisitingardeildini hjá Atlantic Airways

Meira Umsóknarfreist: 28. oktober 2024
6 Leygardagur 07. september 2024

Falskar lýsingar um SSL-ferðakort á Facebook

Lýst verður til dømis við ókeypis ferðakortum, har ið ein kann fáa ferðakort (travel-kort) fyri einans 18 krónum um mánaðan, men hetta er svik, sigur Strandferðslan, sum hevur meldað málið til løgregluna

 
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Strandferðslan er gjørd varug við, at falskar lýsingar um Strandferðsluna koyra á Facebook í løtuni. Lýst verður til dømis við ókeypis ferðakortum, har ið ein kann fáa ferðakort (travel-kort) fyri einans 18 krónum um mánaðan.

Strandferðslan heitir við hesum á ferðafólk og kundar um ikki at fylgja hesum leinkjunum ella at deila persónligar upplýsingar á hesum síðunum, tí talan er um svik, har ið roynt verður at lokka pening frá fólki.

Facebook-síðurnar eru meldaðar til løgregluna, og verða vónandi tiknar niður sum skjótast. 

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 02. september 2024

7 Leygardagur 07. september 2024

Gera klárt at projektera nýggjan terminal

Vága Floghavn skal byggjast út, og í næstum verður ráðgevingin boðin út

Soleiðis sær ein skitsutekning út fyri útbyggingina á flogvøllinum. Men enn er einki endaligt (Mynd: FAE)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Í næstum fer Vága Floghavn at bjóða út ráðgevingaruppgávuna til verkætlanina við nýggja terminalbygninginum.

Tað sigur Regin I. Jakobsen, stjóri á Vága Floghavn, við FM1.

Verkætlanin er fyribils mett til umleið 600 milliónir krónur.

Umframt nýggja terminalin umfata útbyggingarnar í Vága Floghavn millum annað nýggjar hangarar og nýtt parkeringspláss.

Útgrevsturin og planering til nýggjar hangarar og fleiri parkeringspláss fyri bilar er longu komin væl áleiðis.

Fíggingin skal finnast í íleggingargrunninum og við láni úr peningastovnum.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 06. september 2024

8 Leygardagur 07. september 2024

Háskúlalógin tarnar nú Grøna Háskúlanum

Skúlin á Sandi letur kortini ikki uppaftur - í øllum førum ikki í fyrstu syftu. Tað er serliga lóggávan á økinum viðvíkjandi aldrurskrøvum og øðrum, sum forðar

- Alt ov ofta hevur tað tó víst seg, at næmingarnir ikki sleppa á skúlan, tí tey passa ikki í smala lógbundna málbólkin. Tað hevur ikki eydnast at uppfylla formligu krøvini frá myndugleikunum, og skúlin kann tí ikki lata uppaftur nú (Mynd: Grøni Háskúlin)
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

Í vár varð boðað frá, at Grøni Háskúlin á Sandi stóð fyri einari spirandi endurupplating. Ætlanin var, at ung aftur fóru at hava møguleika at læra um tilfeingi og gagnnýtslu av náttúruni, og hvussu man kann liva og virka í samljóð við náttúruna.

Í longri tíð hava miðvísar fyrireikingar verið at menna innihaldið á Grøna Háskúlanum - hetta fyri at bjóða næmingunum viðkomandi og spennandi skeið, og eftir ætlan skuldi skúlin nú verið opin.

Ætlanin er tó fallin til jarðar. Tað er tó sum so ikki vegna heilt lítlan áhuga, vísir Grøni Háskúlin á í skrivi. Millum annað vildu útlendingar luttaka.

- Áhugin hevur verið stórur, tí sjálvsveitning og grøna leiðin er tíðarbær og liggur føroyingum nær at hjarta. Harumframt hevur tað verið áhugi úr útlondum at koma til Føroya at læra, hvussu vit her arbeiða við umhvørvi, innløgumentan og matgerð. Virðini, sum Grøni Háskúlin byggir á, tala til ein breiðan aldursbólk og til bæði leik og lærd.

Trupulleikin er tó, at tað ikki ber til at lata upp innan verandi lóggávu. Hon sigur millum annað, at minst 12 næmingar, sum skulu verða millum 17 og 25 ár og hava lokið 9. floksprógv skulu ganga á skúlanum. Hetta í minst 16 vikur har næmingarnir millum aannað verða undirvístir í føroyskum máli og mentan.

Her hevur tað tað tó ikki heilt rakt - helst millum annað tí at fólk úr øðrum aldri og við øðrum tjóðskapi hava søkt, meðan ov fá, ið eru innan fyri omanfyri nevndu rammurnar, hava søkt.

- Alt ov ofta hevur tað tó víst seg, at næmingarnir ikki sleppa á skúlan, tí tey passa ikki í smæla lógbundna málbólkin. Tað hevur ikki eydnast at uppfylla formligu krøvini frá myndugleikunum, og skúlin kann tí ikki lata uppaftur nú. 

Hetta halda tey, ið standa aftanfyri Grøna Háskúlan er óheppið. Áhugin at nema sær kunnleika innan hetta økið er breiður - men ov breiður til lógina. Tað er tó alsamt størri tørvur á skúlanum á, vísa tey sjálvi á - i av broyttu heimsmyndina, har størri krøv eru til matsjálvbjargni og tørvinum á heilsugóðum umhvørvisvinarligum mati, men eisini av einum fólksligum ynski um dygdarvitan og førleikar um matframleiðslu og tilgerð.

- Áhaldandi hevur verið víst á, at háskúlalógin ikki er hóskandi og má broytast, og tað verður altso aftur staðfest við hesum stendur eisini í skrivinum.



Greinin varð fyrstu ferð løgd út 04. september 2024

9
Leygardagur 07. september 2024

Nýggi Kambur komin

- Eg haldi hetta er eitt gott skip, hóast tað ikki er nýtt. Tað er bygt í 1998, men nærum øll útgerðin umborð er nógv nýggjari, sigur Mortan Mortensen, skipari og ein av eigarunum

(Mynd: Sjómansmissiónin)
SkrivaÐ:

Føroyska Sjómansmissiónin

Sunnumorgunin kom nýggi Kambur, fyrrverandi Veststeinen á Skála. Tað er felagið M&S Strendur, á Strondum, sum hevur keypt frystilínuskipið úr Noregi. Eigarar, familja og vinir tóku ímóti, og bjóðaðu umborð.

- Eg haldi hetta er eitt gott skip, hóast tað ikki er nýtt. Tað er bygt í 1998, men nærum øll útgerðin umborð er nógv nýggjari. Tað sigur skiparin og ein av eigarunum Mortan Mortensen.

- Eg kann nevna, at høvuðsmotorurin er frá 2018, og hann var høvuðsumvaldur í 2023. Ljósmotorarnir eru frá 2023 og verksmiðjan og frystiútgerðin er frá 2013, sigur hann.

- Okkurt smávegis skal gerast við skipið, sum ætlandi tekur umleið tvær vikur. So verður farið til fiskiskap. Fleiri av manningini frá fyrrverandi Kambi koma við, og so hava fleiri spurt um hýru, so vit eru um at verða mannaðir, sigur Mortan Mortensen.

Skipið kemur at eita Kambur. Tað er 47 metrar langt og 10 metrar breitt. Motorurin er Caterpillar og ljósmotorarnir eru Scania. Kambur lastar 360 tons.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 01. september 2024

10 Leygardagur 07. september 2024

Maskinmeistarafelagið: KAF sigur nei til skipað viðurskifti

- Maskinmeistarafelagið slepti at kalla øllum øðrum krøvum fyri at fáa greiðar ásetingar um arbeiðstíðina í sáttmálan, men tað vil Kommunala Arbeiðsgevarafelagið ikki

- Okkurt bendir á, at KAF vil hava kaos á økinum, so tey betur kunnu manirera við fólkinum, sum tey finna tað fyri gott. Eg dugi í hvussu er ikki at síggja nakra skilagóða grundgeving fyri at siga nei til skipað viðurskifti, sigur Arnfinn Bech, formaður í Maskinmeistarafelagnum
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Semingsmaðurin hevur seinnapartin kastað frá sær í royndini at fáa semju millum Maskinmeistarafelagið og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið, KAF, um nýggjan sáttmála fyri maskinmeistararnar hjá SEV og IRF.

Í Maskinmeistarafelagnum undrast tey stórliga, at KAF ikki hevur verið til at vika, men bara vent øllum ynskjum í hurðini. Tí knúturin í samráðingunum er ikki krøv um stórar lønarhækkingar, men eitt einfalt krav hjá Maskinmeistarafelagnum um at fáa skipað viðurskifti á sáttmálaøkinum.

Ítøkiliga snýr tað seg um eitt krav um at fáa greiðar arbeiðstíðarreglur ásettar í sáttmálanum. Reglur, sum definera arbeiðstíðina – og harvið eisini frítíðina hjá starvsfólkunum – og áseta karmar fyri eitt nú arbeiði í vaktum.

Sáttmálabrot
Arnfinn Bech, formaður í Maskinmeistarafelagnum, er stórliga bilsin, í felagnum eru tey ikki í iva um, at tað er í stríð við galdandi sáttmála, soleiðis sum vaktararbeiðið hjá SEV verður praktiserað og umsitið í dag.

- Hjá SEV hava tey vaktarskipanir í dag, sum greitt bróta við sáttmálaásetingarnar, og tær eru ongantíð góðkendar av Maskinmeistarafelagnum. Fingu vit semju um arbeiðstíðarreglurnar, høvdu vit kunna gjørt tað lógligt, sum í dag er ólógligt.

- Men okkurt bendir á, at KAF vil hava kaos á økinum, so tey betur kunnu manirera við fólkinum, sum tey finna tað fyri gott. Eg dugi í hvussu er ikki at síggja nakra skilagóða grundgeving fyri at siga nei til skipað viðurskifti, sigur hann.

Sjálvt um semingsroyndin er slitnað, fara maskinmeistararnir hjá SEV og IRF ikki til hús beinanvegin. KAF hevur ikki lýst verkbann, og Maskinmeistarafelagið hevur ikki lýst verkfall.

- Vit hava bíðað síðan 1. oktober 2022, tá verandi sáttmáli gekk út, so vit kunnu saktans bíða eitt sindur afturat. Tað fyrsta, vit gera nú, er í hvussu er at bjóðað okkara limum á hesum sáttmálaøkinum til kunnandi fundir, har vit greiða teimum væl og virðiliga frá støðuni, sigur Arnfinn Bech.

Tíðindaskriv frá Maskinmeistarafelagnum

Les eisini viðmerking frá Kommunala Arbeiðsgevarafelagnum: Semingsroyndin millum Kommunala Arbeiðsgevarafelagið og Maskinmeistarafelagið bar ikki á mál

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 03. september 2024

11 Leygardagur 07. september 2024

Útlendingastovan tekur nú avgerðir um útlendingamál

Avgerðir um visum, friðskjól, útvísing og ríkisborgararætt liggja framvegis hjá donsku útlendingamyndugleikunum

 
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

1. september fóru flestu mál innan útlendingaøkið undir føroyskan avgerðarmyndugleika, upplýsir Løgmálaráðið.

Broytingin mekir, at allar umsóknir um varandi og fyribils uppihalds- og arbeiðsloyvi, sum t.d. viðvíkja familjusameining, arbeiði (eisini gjøgnum ítróttaravtalur, fast track-avtalur og ES-lóggávu), sjálvstøðugt vinnurekandi, lesandi, starvsnæmingar, granskarar, trúboðarar, og teirra familjur, umframt au pair-umsóknir, framyvir verða viðgjørdar av Útlendingastovuni.

Um spurningar stinga seg upp í hesum sambandi, er Útlendingastovan til reiðar at ráðgeva. Viðkomandi vegleiðingar, umsóknarbløð, málsviðgerðartíðir og aðrar upplýsingar eru nú eisini at finna á heimasíðuni hjá Útlendingastovuni.

Framvegis verða tó mál um visum, friðskjól, útvísing og ríkisborgararætt ikki avgreidd av føroyskum myndugleikum. Í slíkum førum kunnu danskir útlendingamyndugleikar enn veita neyðuga vegleiðing og ráðgeving. 

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 03. september 2024

12 Leygardagur 07. september 2024

Evy Jacobsen nýggjur nevndarlimur í Føroya Arbeiðsgevarafelag

Árni Ellefsen, fyrrverandi stjóri í Føroya Banka, er farin úr nevndini

 
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Jón Sigurdsson heldur fram sum formaður og Høgni Hansen sum næstformaður í Føroya Arbeiðsgevarafelag.

Á aðalfundinum hjá Føroya Arbeiðsgevarafelag týsdagin vóru Jón Sigurdsson og Høgni Hansen afturvaldir í nevndina. Árni Ellefsen fór úr nevndini og Evy Jacobsen, stjóri í Pf. Betri, varð vald inn sum nýggjur nevndarlimur.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 05. september 2024

13 Leygardagur 07. september 2024

Suðuroyar Sparikassi positivt hálvársúrslit

Úrslitið fyri fyrra hálvár 2024 var 3,1 milliónir – og væntaða úrslitið fyri alt árið verður mett til 6 milliónir krónur

 
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Hálvársúrslitið 2024 hjá Suðuroyar Sparikassa vísir eitt úrslit á 3,1 milliónir krónur sammett við 2,8 milliónir sama tíðarskeið í fjør.

Høvuðsorsøkin til framgongdina er, at nettorentu- og ómaksgjøld eru hægri, niðurskrivingarnar eru lægri umframt at virksemið sum heild er økt.

Økt virksemi

Útlánini hækkaðu úr 587 milliónum krónum upp í 606 milliónir, sum svarar til ein vøkstur á 19 milliónir krónur ella 3,2 prosent. Fyrra hálvár vaks realkredittfíggingin við 9 prosentum.

Innlánini vóru 752 milliónir krónur sammett við 677 milliónir sama tíðarskeið í fjør, sum er ein hækking á 75 milliónir krónur ella 11,1 prosent.

Eginkapitalurin er øktur úr 69,1 upp í 75,4. milliónir krónur sammett við sama tíðarskeið í fjør.

Solvensur og gjaldføri

Solvensurin var 24,2 prosent samanborið við 22,0 prosent í 2023. Lyklatalið fyri gjaldførið var 576 prosent í mun til lógarkravið á 100 prosent.

Søren Lünell Bruhn, stjóri, er vælnøgdur við gongdina higartil í ár:

- Í 2024 eru kundarnir aftur farnir at velja realkredittfígging til bústað, sum er eitt gott val og nakað, ið vit gleðast um. Vit vænta enn størri vøkstur innan realkredittfígging í heyst.

Sparikassastjórin leggur afturat, at væntanin til endaliga ársúrslitið fyri skatt 2024 er 6,0 milliónir krónur.

Úrslitið fyri fyrra hálvár 2024:

Úrslit eftir skatt: 3,1 mió. krónur
Útlán: 606 mió. krónur
Innlán: 752 mió. krónur
Solvensur: 24,2 %
LCR 576 % 

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 05. september 2024

14 Leygardagur 07. september 2024

Alvalon skal nú útbyggjast

Avtala er gjørd við ArtiCon um at nýggjan bygning til dagstovnin í Sørvági. Hann verður 24 metrar langur, 10 metrar breiður og í tveimum hæddum. Hann skal avhendast um eitt ár

Jón Sigurðsson, stjóri í ArtiCon, saman við Eyð Ellingsgaard, borgarstjóra í Sørvágs kommunu (mynd: sorvag.fo)
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

Sørvágs kommuna og ArtiCon hava gjørt sáttmála at útbyggja dagstovnin Alvalon í Sørvági. Hesum hevur Sørvágs kommuna boða frá á heimasíðu sínari.

Nýggi bygningurin, við tveimum hæddum, gevur ymiskar nýggjar møguleikar fyri dagstovnin :

- Nýggi bygningurin verður 24 metrar langur og 10 metrar breiður. Bygningurin verður í tveimum hæddum við lofti. Niðasta hæddin er til umsiting/starvsfólk, har skrivstovur og fundarhøli mynda hæddina. Á miðhæddini eru tvær barnagarðsstovur við umklæðing, bólkarúmi, hvílirúmi, motorikrúmi, sansarúmi og vátrúmun. Á loftinum verður hugsavningarstað til børnini.

Sørvágs kommuna skrivar eisini, at millum verandi og nýggja bygningin verður høvuðsinngongdin, ið virkar sum bindilið til allar stovurnar á stovninum. Niðasta hæddin verður úr betong; bæði veggir og dekk. Ovara hæddin og tekjan verða gjørd sum timburelementir í høllini hjá ArtiCon á Sundi.

Ætlanin er at gera byggiplássið klárt og byrja jørðarbeiðið nú í september. Bygningurin skal avhendast um eitt ár - í september 2025.  

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 03. september 2024

15 Leygardagur 07. september 2024

Selvík beindur burtur

Sluppungin, sum hevur staðið á Dungasandi í Sørvági í nógv á, er beindur burtur. Tað varð ikki mett ráðiligt at umvæla hann

(Mynd: Sørvágs kommuna)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Alt hevur sína tíð, og sluppungin Selvík, sum í mong ár hevur staðið niðri á Dungasandi, var nú í so ringum standi, at hann mátti beinast burtur. Hann var blivin til ampa fyri trygdina á økinum, har børn ofta spæla.

Tað skrivar Sørvágs kommuna á heimasíðuni.

Á bygdaráðsfundinum í farnu viku varð endaliga støðan tikin, og avgerðin bleiv, at hann skuldi beinast burtur.

Kommunan sigur, at tað hevði kostað upp ímóti eini millión krónur at umvælt hann, tí næstan alt mátti gerast av nýggjum og tað var ikki mett ráðiligt.

Ein bátur sum stendur úti, krevur nógv viðlíkahald, og hetta er kostnaðarmikið.

- Tað er við sorgblídni at hann varð beindur burtur, tí hann er ein partur av søguni hjá okkara gomlu útróðrarbygd, skrivar Sørvágs kommuna.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 06. september 2024

16
Leygardagur 07. september 2024

Óvanligir gestir skolaðu upp í Koltri

Talan er um sjáldsama hvalspýggju, sum kann reka í vatnskorpuni við vindinum

 
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

Tað var ein óvanlig sjón, sum møtti Jóhannusi Hansen á sandinum í Koltri fyrr í vikuni.

Fleiri hvalspýggjur av slagnum Velella velella, betur kendar sum “by-the-wind sailors”, vóru skolaðar upp á turt. Jóhannus Hansen, sum arbeiðir á Tjóðsavninum, setti seg í samband við Havstovuna umvegis funkuna “Sæð okkurt spennandi” á nýggju heimasíðuni hjá Havstovuni.

Havstovan kundi staðfesta, at talan var um hvalspýggjuna Velella velella, sum er sera sjáldsom um okkara leiðir, men vanlig í heitum og tropiskum havøkjum. Hetta ger skrásetingina sera áhugaverda.

Velella velella er sera hugtakandi. Hon kennist á lítla, flata, ovalformaða kroppinum, sum er einar 5 til 7 sentimetrar í tvørmáti. Týdningarmesta eyðkennið er gjøgnumskygda “seglið” í erva, sum ger tað møguligt hjá henni at reka í vatnskorpuni við vindinum. Liturin er eyðsýndur bláur og violettur, sum hjálpir henni ikki at vera so sjónlig í sjónum.

[object Object]

Hóast tær eru skildar við víðagitna portugálska hermannin, eru tær ikki vandamiklar fyri fólk. Stingandi kyknurnar, sum tær nýta til at fanga plankton og onnur smá sjódýr við, eru so mikið veikar, at tær ikki eru til serligan ampa fyri menniskju.

Nakrar av hvalspýggjunum eru komnar á Havstovuna og tær verða varðveittar sum partur av nýggjari verkætlan, sum Firum leiðir, við Havstovuni sum leiðandi í teimum havfrøðiligu pørtunum. Hesi eintøk verða eisini varðveitt til DNA-sekvensering, sum fer at geva týdningarmiklar upplýsingar um arvafrøðina hjá slagnum og gera okkum betri før fyri at skilja teirra útbreiðslu og vistfrøði, skrivar Havstovan á heimasíðuni.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 04. september 2024

17 Leygardagur 07. september 2024

Elias best umtókta dreingjanavnið í 2023

11 dreingir, sum vórðu føddir í 2023 fingu navnið Elias – onnur vælumtókt nøvn vóru Brandur, Liam og Nóa

(Mynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Alda Nielsdóttir

Elias var best umtókta navnið á dreingjum føddir í 2023, heilir 11 dreingir fingu hetta navnið, vísir uppgerð hjá Hagstovuni.

Elias er blivið eitt navn, vit vanliga síggja ovarlaga á listanum yvir vælumtókt nøvn á dreingjum, og tríggjar ferðir hevur tað verið best umtókta dreingjanavn.

Síðani 1985 hava 90 fingið navnið Elias, og við ársenda í fjør vóru 104 menn við hesum navninum búsitandi í Føroyum.

Beint í hølunum á Elias var navnið Brandur, sum eisini hevur verið væl umtókt seinastu 20 árini. Brandur var næstbest umtókta navn í 2023 og best umtókta navn í 2022. Tíggju fingu navnið í 2023, fimm í 2022, og eisini fimm fingu navnið í 2020.

Tilsamans 124 dreingir hava fingið navnið Brandur síðan 1985.

Onnur vælumtókt nøvn hjá dreingjum vóru Liam, Nóa, Martin og Jákup. Fýra dreingir, føddir í fjør, hava ikki fingið navn enn, skrivar Hagstovan.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 02. september 2024

18 Leygardagur 07. september 2024

Jákup og Jógvan framvegis vanligastu mannfólkanøvnini

Jógvan Joensen er vanligasta fulla navn hjá monnum í Føroyum. Tólv menn í Føroyum hava hetta navnið í felag

(Savnsmynd: Hagstovan)
SkrivaÐ:

Alda Nielsdóttir

Nøvnini Jákup og Jógvan eru framvegis vanligastu mannfólkanøvn í Føroyum. Hesi bæði nøvnini hava ligið sum nummar eitt og tvey øll árini síðan 1985, skrivar Hagstovan.

Síðani 2002 hevur Jákup verið mest vanliga navnið, meðan Jógvan var mest vanliga navnið undan tí. Eisini hava nøvnini Rúni, Høgni, Ólavur og Kári verið vanlig mannfólkanøvn í nógv ár.

Samanborið við fyri 30 árum síðani, eru tó onkrar broytingar at síggja. Síðan tá hava nøvnini Martin, Magnus og Jónas tikið plássini frá Jan, Regin og John á listanum yvir tíggju tey vanligastu nøvnini á monnum. Av teimum er Jónas nýggjasta navnið. Tað er best umtókta navn á monnum í einogtjúgundu øld. Tað er klintrað av einum 367. plássi í 1993 til áttanda pláss í 2023, tá teir vóru 170 í tali.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

Fleiri nøvn eru eisini løgd afturat hesi 30 árini. Nøkur av teimum, sum í dag eru vanlig nøvn millum menn, eru til dømis Mattias, Nóa, Lukas, Liam, Sámuel, Bragi og Mika.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

Jógvan Joensen er vanligasta fulla navn hjá monnum. Tólv menn í Føroyum hava hetta navnið í felag. Hetta hevur verið vanligasta fulla navnið hjá monnum øll árini síðan 1985, tá 20 menn høvdu hetta navnið.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 04. september 2024

19 Leygardagur 07. september 2024

Tóra best umtókta gentunavnið í 2023

Fimm gentur, sum vórðu føddar í 2023, fingu navnið Tóra – onnur vælumtókt gentunøvn vóru Lív, Lilja, Olivia, Marta, Bjarta, Sólja og Isabella

(Mynd: Hagstovan)
SkrivaÐ:

Alda Nielsdóttir

Tóra var best umtókta navnið hjá gentum, sum vórðu føddar í fjør, og hetta er fyrstu ferð síðan 1985, at Tóra er ovast á hesum listanum, skrivar Hagstovan.

Fimm gentur, sum vórðu føddar í 2023, fingu navnið Tóra.

Hóast navnið ikki hevur verið ovast á listanum áður, so hevur tað verið eitt vælumtókt navn, tí nærum hvørt ár er navnið givið einari ella fleiri gentum.

Síðan 1985 hava tilsamans 89 gentur fingið navnið Tóra. Við ársenda í fjør búðu 117 Tórur í Føroyum, skrivar Hagstovan.

Næstbest umtóktu gentunøvnini vóru Lív, Lilja, Olivia, Marta, Bjarta, Sólja og Isabella. Av teimum er Lív tað navnið, sum hevur verið best umtókt gjøgnum árini.  

121 gentur hava fingið navnið Lív síðan 1985. Hinvegin er Isabella eitt av nýggjaru nøvnunum, sum er blivið betri og betri umtókt seinastu 15 árini.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 02. september 2024

20 Leygardagur 07. september 2024

Maria framvegis vanligasta navnið hjá kvinnum

Vanligasta fulla navnið hjá kvinnum er navnið Anna Petersen, sum 11 kvinnur hava í felag

(Savnsmynd: Hagstovan)
SkrivaÐ:

Alda Nielsdóttir

Við ársenda í fjør var Maria framvegis vanligasta konufólkanavnið í Føroyum. Síðani koma nøvnini Anna og Annika.

Millum tíggju tey mest vanligu nøvnini hjá kvinnum í Føroyum vóru eisini nøvn sum Katrin, Marjun, Beinta og Rannvá, skrivar Hagstovan.

Maria, Anna og Annika hava verið ovast á listanum yvir nøvn á kvinnum øll árini síðan 1995. Áðrenn 1995 var Marjun millum trý tey mest vanligu nøvnini á kvinnum.

Og Sambært Hagstovuni vóru tíggju tey vanligastu nøvnini í 2023 at kalla tey somu sum fyri 30 árum síðani. Einasti munur er, at navnið Anna Maria er skift út við navnið Lív, sum í 2023 var á tíggjunda plássi.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

Seinastu 30 árini eru fleiri onnur nøvn løgd afturat hjá kvinnum. Nøkur av teimum, sum eru nógv brúkt í dag, eru eitt nú Ronja, Ró, Emilia, Ranja, Vón, Brá, Ria og Mira.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

Vanligasta fulla navnið hjá kvinnum er navnið Anna Petersen, sum 11 kvinnur hava í felag. Anna Petersen hevur verið vanligasta fulla navn hjá kvinnum øll árini síðan 1985, tá 14 kvinnur høvdu hetta navnið. Nøkur ár hevur Anna petersen tó deilt fyrstaplássið við navnið Anna Hansen.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 04. september 2024

21 Leygardagur 07. september 2024

Góð 30.300 starvsfólk í juli

Tað er ein vøkstur á eitt prosent samanborið við juli 2023, skrivar Hagstovan

(Mynd: Hagstovan)
SkrivaÐ:

Alda Nielsdóttir

Í juli vóru 30.323 starvsfólk - løntakarar - í Føroyum. Tað eru 300 fleiri enn í juli 2023, og er talan um ein vøsktur á eitt prosent, skrivar Hagstovan.

Knapt 15.600 menn og 14.800 kvinnur vóru í starvsfólkaskaranum í juli. Eitt býti á 51,3 og 48,7 prosent. Samanborið við juli í fjør er vøksturin 0,5 prosent hjá monnum og 1,5 prosent hjá kvinnum.

Í hagtølunum hjá Hagstovuni sæst, at 43,7 prosent av starvsfólkunum arbeiddu hjá tí almenna, og 56,3 prosent arbeiddu uttanlands og í privata geiranum.

9.150 kvinnur, svarandi til á leið 60 prosent av kvinnuligu starvsfólkunum, arbeiddu hjá arbeiðsgevarum undir almennum ræði. Umleið 70 prosent av mannfólkunum - 11.400 - arbeiddu hjá arbeiðsgevarum undir privatum ræði.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 31. august 2024

22 Leygardagur 07. september 2024

Bjóða væl tilgjørdan laks til øll á Bryggjubakka

Tiltakið verður hildið 14. september

 
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

Leygardagin 14. september verður eitt serligt mattiltak hildið undir Bryggjubakka í Havn, tá høvi verður hjá fólki at koma oman á økið og fáa ókeypis mat. Serliga verður tað laksur, tilgjørdur av ymiskum royndum kokkum, sum verður at fáa. Ókeypis.

Í tíðindaskrivinum um tiltakið, sum er sent frá somu fólkum, sum plaga at skipa fyri Slaktinum í Tórsgøtu, stendur millum annað soleiðis:

Ert tú til reiðar til eina gastronomiska uppliving, sum verður heilt ógloymandi? Tann 14. september verður Bryggjubakki í Havn karmur um eitt serligt matartiltak, har øll eru vælkomin at koma og forkela sínar smakkleykir – ókeypis!

[object Object]

Dugnaligir kokkar á hægsta stigi bjóða brellbitar av føroyskari rávøru, við laksinum sum høvuðspersóni. Henda dagin fært tú møguleikan at royna ymiskar laksarættir – alt frá klassiskum rættum til nýskapandi upplivingar, sum kokkarnir hava sett saman við kreativum snildi. Laksur, sum er bæði sunnur og vælsmakkandi, verður borðreiddur á nógvar ymiskar háttir, sum gevur tær møguleikan at uppliva hvussu fjølbroytt henda rávøran er.

Hvør einstakur laksarættur verður tilgjørdur við serligum íblástri, sum gevur tær møguleika at uppliva laks við einari nýggjari dýpd av smakki. Hvat við at smakka laks við sitrus og kryddi, ella eina nýskapandi laksatartar? Hetta er eitt upplagt høvi at royna okkurt nýtt og fáa íblástur til, hvussu tú sjálv/ur kanst brúka laks heima við hús.

Bryggjubakki verður henda dagin gjørdur til eitt livandi og hugnaligt stað, har tú kanst taka tíni nærmastu við, seta teg niður og njóta góðan mat og løtuna saman. Við góðum veðri (vónandi) og sjótutli, er hetta tann besta staðsetingin fyri ein heilan dag við góðum mati og góðum felagsskapi.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 05. september 2024

23 Leygardagur 07. september 2024

Oy bryggjar øl til Grønlands

Bryggjaríið OY hevur gjørt samstarvsavtalu við grønlendsku keypsamtøkuna Brugseni um, at OY skal bryggja ymiskar øl til grønlendska marknaðin. Lagt verður út við trimum nýggjum sløgum

 
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Við ársskifti varð nýggj pantskipan sett í verk í Grønlandi. Hetta hevur gjørt tað lættari hjá nýggjum framleiðarum at koma inn á marknaðin. Eitt nú, tí at dósir og ymisk sløg av glas- og plastikkfløskum eru vorðnar lógligar. Gamla pantskipanin hevði við sær, at donsku Carlsberg og UniBrew høvdu so gott sum einkarætt á grønlendska øl- og sodavatnsmarknaðinum. Hetta er broytt við nýggju lóggávuni, og verulig kapping er komin á økið.

Í Grønlandi kunnu allir matvøruhandlar selja rúsdrekka, og tí hevur handilsketan Brugseni leitað sær eftir einum hóskandi framleiðara at bryggja nýggjar góðsku øl til grønlendska marknaðin. Valið fall á føroyska OY.

At byrja við vera trý sløg av øli at fáa í teimum 17 handlunum, sum Brugseni hevur í átta teimum størstu býunum í Grønlandi. Við tíðini er ætlanin at framleiða enn fleiri sløg av øli saman við OY til Grønlands.

Hóast samleikin á nýggju grønlendsku ølunum minnir nakað um brand-andan hjá OY, so hava allar ølirnar hjá Brugseni sín heilt egna grønlendska samleika. Og eins og í Føroyum eru nøvnini á ølunum eitt sindur skeiv og spælandi.

Nýggja klassik ølin, sum OY hevur bryggjað til Brugseni, hevur fingið heitið Kilaasitoqaq, ið merkir ”gamli Klaus” á grønlendskum. Danska mannfólkanavnið Klaus er ikki lætt at úttala á grønlendskum, og verður tí ofta úttalað ”Kilaasi”, ið minnir um ljóðið á orðinum klassik. Tí fall valið á hetta navnið til ølina.

Í Føroyum eru ymisk føroysk djór knýtt at ymsu OY ølunum, antin sum eydnudjór ella maskottar. Tað sama er galdandi við grønlendsku ølunum, tó at talan er um onnur djór enn tey føroysku. Á klassik ølini er tað ein roysningur, ið er eydnudjórið.

Nýggi grønlendski pilsnarin eitur Makkulu, og sipar navnið til tað at sussa ella til ein persón, ið snakkar ov hart og ov nógv. Tað verður eisini mett, at tað ljóðar sum suss, tá grønlendska havgásin, sum prýðir pilsnaran, samskiftir við aðrar havgæs. Tí eitur henda ølin soleiðis.

Triðja og síðsta nýggja ølin eitur Siarsuk, og merkir hetta “gamli stavnur” ið ofta verður brúkt um ein persón, sum møtir óvæntað upp til ymiskt. Talan er um eina Hazy IPA øl, og verður hon prýdd við tveimum pólrevum, sum dystast í Pakassumittut, ið er ein aldargamalur inuit ítróttur.

Tað er lokala listakvinnan, Sacha Malinský, ið er mest kend undir listanavninum Cheeky, sum hevur prýtt allar tær grønlendsku OY dósirnar.

Óli Restorff Hansen, stjóri í OY, fegnast um nýggja samstarvið og sigur, at “tað er ein heiður at sleppa at bryggja góðskugott øl til grønlendingar. Hetta er eitt spennandi samstarv, har vit síggja góðar møguleikar fyri báðar partar, nú grønlendski ølmarknaðurin er latin upp fyri kapping.”

Benny Reffeldt Otte, marknaðar- og samskiftisleiðari hjá Brugseni, leggur afturat: “Vit fegnast um at kunna veita kundum okkara fyrstafloks øl við einum serstøkum grønlendskum samleika við støði í okkara søgu, mentan og máli, men samstundis eisini við einum skálkasmíli. Vónandi er hetta byrjanin til eitt langt og gott samstarv millum Brugseni og OY.”

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 04. september 2024

24 Leygardagur 07. september 2024

Ósannlíkt at bluetongue disease kemur til Føroya

Smittar einans ávís jóturdýr og mýggjabitar og er ikki vandamikil fyri fólk

(Savnsmynd)
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

Sannlíkindini fyri, at sjúkan bluetongue disease, ið rakar kleyvdjór, skal gera um seg í Føroyum eru sera smá. Tað staðfestir Heilsufrøðiliga starvsstovan, nú sjúkan hevur breitt seg í Evropa, og eisini er komin til Danmarkar.

Bluetongue disease smittar fyrst og fremst við ávísum smáum mýggjabitum – culicoides – sum skulu koma allan vegin úr smittaðum øki til Føroya fyri at bera smittuna við sær.

Afturat tí, at tað er lítið sannlíkt, at hesir smittaðu mýggjabitar koma so langa leið yvir hav, er smitta á henda hátt mest sannlík tá tað er heitt í luftini, meira enn 15 hitastig.

- Seinastu 15 árini hava vit als ikki loyvt innflutningi av livandi kleyvdjórum, hetta forðar fyri, at t.d. neyt fongd við bluetongue disease koma til Føroya, og at føroyskir mýggjabitar síðani taka sjúkuna víðari í landinum, skrivar Heilsufrøðiliga starvsstovan.

Bluetongue disease virus er eisini at finna í sáð hjá sjúkum djórum. Innflutningur av sáð er í kunngerð álagdur treytir, sum best møguligt tryggjar móti bluetongue disease og øðrum sjúkum.

- Um so er, at seyður, neyt ella geitir hava sjúkutekin, sum minna um bluetongue disease ella aðrar álvarsligar sjúkur, eigur ein at venda sær til praktiserandi djóralækna, sum tekur støðu til, hvørt tað er orsøk til at fráboða landsdjóralæknanum um sjúkuna.

Vanligu sjúkutekinini eru fepur, og serliga seyður hovnar um nøs og munn og tað rennur úr eygum, nøs og munni. Tungan kann hovna og gerast blá. Seyður er rættiliga viðbrekin fyri bluetongue disease, kastar ofta burtur og kann doyggja av sjúkuni.

Sjúkan smittar einans ávís jóturdýr og mýggjabitar og er ikki vandamikil fyri fólk. 

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 03. september 2024

25 Leygardagur 07. september 2024

Kirvi komið við nýggjum íste við ferskusmakki

Kirvi er komið á marknaðin við enn einari vøru hetta summarið

(Mynd: Kirvi)
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Felagið Kirvi í Lopra, ið áhaldandi roynir at vaksa um sítt vøruúrval, kom síðst í juni út við eini fløsku við passiónfruktsmakki í Sweet & Sparkling røðini.

Passiónsfruktdrykkurin er ein mildur, eksotiskur og frískligur drykkur, sum kann drekkast alt árið.

[object Object]

Tann nýggja Kirvi-íste’in, sum longu er á flestu handilshillunum, er eitt smakkbland av søtum og saftigum ferskum, natúrligum tebløðum og sitrónsmakki, ið samanblandað gevur eina leskiliga smakkuppliving.

Kirvi strembar altíð eftir at gera vælsmakkandi hágóðskuvørur, ið eru eitt sunnari alternativ. Sum flest øll vita, so er tað tað náttúrureina og mineraliseraða Kirvi-vatnið úr Lopra, ið er grundarsteinurin og bulurin í makaleysu vørunum, sum Kirvi - nærlagt og góðskurtryggja – velur at koyra út á marknaðin. 

Í februrar varð Kirvi-vatnið umrøtt av fleiri vatnsommelierum á skeiði í Týskland, og tá fekk tað bestu skoðsmál; bæði sum still vatn, men eisini sum sera væl hóskandi til smakkbland, ið nýggja Kirvi-íste’in eisini speglar væl. Men smakkurin fyllir lítið, tí omanfyri 99,5 prosent av innihaldinum av øllum Kirvi vørum reint vatn úr Lopra.

- Vit eru ótrúliga spent uppá at presentera okkara seinasta ískoyti til Kirvi familjuna: Kirvi ferskusmakkað íste, sigur Hallur Augustinussen, stjóri á Kirvi.

Víðari sigur Hallur.

- Vit eru einasta virkið í Føroyum, sum hevur eina ávegis góðkenning til natúrligt minreral vatn, ið opnar upp fyri heilt nýggjum møguleikum á altjóða marknaðinum, sum okur eru øgiliga spent uppá. Men fyrst og fremst ynskja okur at framleiða vørur, sum føroyingurin tekur til sín. Okra endamál er at framleiða burðardyggar og heilsugóðar vørur til føroyingar.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 06. september 2024

26 Leygardagur 07. september 2024

Heðin Mortensen klárar ikki at lata vera

78 ára gamli borgarstjórin hevur tikið avgerð um, at hann stillar uppaftur á býráðsvalinum 12. november

Heðin Mortensen (Savnsmynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Tað hevur verið ivasamt, men nú er greitt, at Heðin Mortensen stillar uppaftur á býráðsvalinum 12. november.

Hetta váttaði hann fyri in.fo í gjár.

Heðin Mortensen er 78 ára gamal, og hevur verið býráðslimur í 52 ár og borgarstjóri í 16 ár.

Kortini er tað sambært honum nógv eftir at avgreiða.

- Eg havi nógv eftir, sum eg vil avslutta áðrenn eg fari. Vit hava nógv projektir, sum eru í gongd og eisini sum fara í gongd. Eg vil gjarna hava reint borð tá eg fari, sigur Heðin Mortensen við in.fo.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 06. september 2024

27 Leygardagur 07. september 2024

Oddbjørg Højgaard verður stjóri í Rúsuni

Tekur við starvinum 1. desember

 
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

Løgmálaráðið sett Oddbjørg Højgaard í starv sum stjóri í Rúsdrekkasølu Landsins.

Oddbjørg hevur drúgvar royndir innan leiðslu og rakstur og eisini innan lýsingar, sølu og tænastur. Millum annað stovnaði og rak hon Dekostovuna í 15 ár, og var stjóri á Hotel Hafnia í 8 ár. Oddbjørg kemur úr einum starvi sum stjóri á Gjáargarði.

Oddbjørg Højgaard tekur við starvinum 1. desembur.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 03. september 2024

28 Leygardagur 07. september 2024

Teitur Christensen nýggjur høvuðskokkur í Hallartúni á Hilton Garden Inn

Hann tekur yvir eftir Svein Patursson, sum hevur verið høvuðskokkur síðan 2022

Teitur Christensen (Mynd: Hilton Garden Inn)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Tvørámaðurin Teitur Christensen verður nýggjur høvuðskokkur í Hallartúni á Hilton Garden Inn.

- Eg gleði meg at hitta starvsfólkini á hotellinum og toymið handan matstovuna, sigur Teitur, sum byrjar í nýggja starvinum mánadagin.

Teitur er 38 ár og útlærdur kokkur við nógvum royndum úr bæði Keypmannahavn og Føroyum. Teitur hevur millum annað verið souschefur á Cofoco, starvast hjá Madklubben, Nose 2 Tail, Fútastovu og øðrum.

Teitur tekur yvir eftir Svein Patursson, sum hevur verið høvuðskokkur í Hallartúni síðani 1. desember 2022. Svein fer í annað starv í fyritøkuni, og fer at taka sær av at byrja eina nýggja deild.

- Vit gleða okkum ótrúliga nógv til at fáa Teit í gongd og eru spent at síggja og smakka tað, sum Teitur fer at leggja afturat øllum tí góða vit longu hava. Teitur er ein av dugnaligastu kokkunum vit hava í Føroyum, so vit eru stolt av at kunna knýta ein persón við so høgari fakligheit og nógvum royndum afturat toyminum, sigur Rógvi Mikkelsen, stjóri á Hilton Garden Inn.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 03. september 2024

29 Leygardagur 07. september 2024

Rósa Heinesen sagt seg úr starvi

Miðnám í Suðuroy skal hava nýggjan rektara

Rósa Heinesen (Savnsmynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Miðnám í Suðuroy skal hava nýggjan rektara, nú Rósa Heinesen, sum síðani 1. februar í ár hevur røkt starvið, hevur sagt starvið frá sær.

Rósa Heinesen sigur við útvarpið, at hon tekur við nýggjum starvi, og avsannar eisini, at uppsøgnin skal hava nakað við rokið í juni við borgarstjóran á Tvøroyri, Kristin Michelsen, at gera.

Orsøkin til rokið tá var eitt lesarabræv við yvirskriftini "Kommunusamanlegging: Ein fallos og annar".

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 03. september 2024

30 Leygardagur 07. september 2024

Nýggjur dekanur á Náttúruvísindadeildini

Peter Freere, ph.d. í sterkstreymsverkfrøði, verður nýggjur dekanur á Fróðskaparsetri Føroya

Peter Freere
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Ein samd setanarnevnd hevur valt at seta Peter Freere í starv at standa á odda fyri leiðslu og menning av Náttúruvísindadeildini á Setrinum.

Peter Freere er 64-ára gamal, og stóð sína ph.d. í sterkstreymsverkfrøði á University of Newcastle upon Tyne í Bretlandi í 1994. Hann hevur drúgvar starvsroyndir frá Monash University í Avstralia, Kathmandu University í Nepal og í seinastuni á Nelson Mandela Metropolitan University í Suðurafrika.

Somuleiðis hevur Peter Freere drúgvar leiðsluroyndir, sum eru avgerandi fyri starvið sum dekanur á Fróðskaparsetrinum. Hann hevur eisini familjubond til Føroya.

Á Náttúruvísindadeildini eru umleið hálvtannaðhundrað lesandi, sum lesa lívfrøði, mýlalívsvísindi, verkfrøði, KT-verkfrøði, webmenning og dátuvísindi. Starvsfólkini á deildini takast harumframt við nógva fjølbroytta náttúruvísindaliga gransking.

Peter Freere tekur við starvinum 1. desember.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 02. september 2024

31 Leygardagur 07. september 2024

Hátíðarhalda 100 ára dagin í viðarlundini

Ymist verður á skránni fyri at hátíðarhalda 100 ára dagin hjá viðarlundini í Trongisvági

(Savnsmynd)
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Í dag kl. 11 verður hátíðarhald í viðurlundini í Trongisvági. Viðarlundin, ella plantasjan, verður 100 ár og tí verður tað gjørt okkurt burturúr.

Borgarstjórin í Tvøroyrar kommunu, Kristin Michelsen, bjóðar vælkomin og Jóhann Mortensen, formaður í Skógfriðingarnevndini, fer at halda røðu.

Skipað verður fyri rundferð í viðarlundini, saman við Rakul Arnfríð Dam, landsskógarvørði. Samstundis er framsýning um viðarvøkstur og ymiskt barnaítriv á skránni. Møguleiki verður eisini at seta eitt træ niður.

Aftur at øllum verður felagssangur og harmonikutónleikur og pylsur verða grillaðar. Afturvið verður okkurt drekkandi til børnini og kaffi.

Øll eru hjartaliga vælkomin at vitja í viðarlundini, nú 100 ár eru liðin, síðan fyrsta træið varð plantað á staðnum.

[object Object]


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 05. september 2024

32 Leygardagur 07. september 2024

Lea Kampmann útgávukonsert í Norðurlandahúsinum 21. september

Songkvinnan og sangskrivarin framførir á Fiskastykkinum í Sandavági kvøldið fyri og í Vestmanna 19. september. Lea hevur ikki givið út á føroyskum áður - løgini eru skrivað saman við Teiti Lassen

At tora at lata múrarnar, eg hevði bygt kring meg fella, og at tora at vera eg, á málinum, eg segði, eg elski teg á fyrstu ferð (Savnsmynd: Jens Kr. Vang)
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Tann 13. september gevur Lea Kampmann út fyrstu útgávu sína á føroyskum: Seinferð.

Í hesum sambandi fer Lea at hava útgávukonsert í Norðurlandahúsinum leygarkvøldið 21. september. Um útgávuna sigur Lea sjálv soleiðis:

- Tað var nakrar dagar fyri jólaaftan í 2022. Kavin lá sum ein tung dýna yvir
Hoydalar. Teitur og eg sótu í upptøkuhølinum, í Hjallinum á gamla Sanatoriinum, og hugdu út á kavaflykrurnar, sum løgdu seg á sprossar, tøk og greinar kring okkum. Eg var sjúkrameldað við strongd frá konservatoriinum í Keypmannahavn, og eg var svimbul og pøst allatíðina, eisini tá eg lá í songini.

- Men hendan desemberdagin settu Teitur og eg okkum fyri at skapa eina útgávu, ið var ein uppreistur ímóti tí skjótleikanum, sum ræður í dag. Ein innari uppreistur móti at halda, at ein skal renna eins skjótt sum hini, hóast tað ikki kennist rætt. Eg visti, at tað einasta, sum fór at gera meg fríska, var at loyva mær sjálvari at liva, skriva og syngja í seinferð. At tora at lata múrarnar, eg hevði bygt kring meg fella, og at tora at vera eg, á málinum, eg segði, eg elski teg á fyrstu ferð.

[object Object]

[object Object]Teitur Lassen og Lea Kammpmann hava arbeitt saman um útgávuna

Flestu løgini á útgávuni snúgva seg um kærleika. Um mistan kærleika, vaksandi kærleika og minnir um ein kærleika, ið einaferð var. Løgini eru skrivað saman við Teiti Lassen, ið eisini hevur framleitt útgávuna.

- Alt á útgávuni er spælt og sungið teskandi á akustiskar gittarar, strúkarar og træblásarar. At innspæla og at skapa hesa útgávuna, var sum at liggja inni í einum sponskum gittara, langt vekk frá skermum og larmi.

Á útgávukonsertini bjóðar Lea tónleikarunum Saru, Lukasi og Aske - bólki sínum - við heim til Føroya at spæla við sær. Eisini bjóðar Lea einari strúkaratrio við á pall. Lea tekur pallsetingina hjá pallstjóranum, Ellen Ahnefeldt, við heim at prýða pallin í  Norðurlandahúsinum.

Afturat útgávukonsertini í Norðurlandahúsinum, spælur Lea Kampmann við bólki tvær aðrar konsertir. Hesar verða í Vestmanna kirkja hóskvøldið 19. september, á  Fiskastykkinum Úti á Gjógv fríggjakvøldið 20. september. Báðar byrja klokkan 20 - eins og útgávukonsertin í Norðurlandahúsinum leygarkvøldið 21. september klokkan 20

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 05. september 2024

33 Leygardagur 07. september 2024

Fimm nýggjar barnabøkur á føroyskum

Bókadeild Føroya Lærarafelags gevur fimm bøkur út í ársins fimta bókaumfari

 
SkrivaÐ:

Innsent

Upprunaføroysk bók: Svansi-Bob

Bob er ein grísur. Bob elskar at eta. Bob hevur hoyrt, at lekkur matur er at fáa í býnum ...

Hevur tú nakrantíð hugsað, hvar orðið svansibob kemur frá? Nei?

Tað hevur Bob heldur ikki, og hann skilir ikki, hví øll kalla hann soleiðis, og hví øll eru so ill.

Bob er jú bara svangur. Hetta er ein herlig og svansut søga við stuttligum myndum um svanga grísin Bob, sum fer sín fyrsta túr inn í býin at fáa sær okkurt lekkurt at eta.

Joan Waag Høgnesen hevur skrivað, og Hans Jacob Østerø hevur myndprýtt. Bókin er innbundin, 42 blaðsíður og til børn, sum eru umleið 3 til 6 ár.

[object Object]

Náttarmeldurbók

Nú er ein nýggj meldurbók komin! Rotraut Susanne Berner brúkar myndir og eingi orð at vísa nógvar smáar søgur, sum fara fram í Meldurbýnum. Tað er nátt; fólk og djór sova friðarliga – í øllum førum summi. Onnur eru akkurát nú á veg onkrastaðni og uppliva alt møguligt spennandi á lesináttini á bókasavninum, á tjóvaveiðu ella í garðveitsluni.

Tær vælumtóktu Vár-, Summar-, Heyst- og Veturmeldurbøkurnar eru eisini uppafturprentaðar og aftur at fáa.

Rotraut Susanne Berner hevur skrivað og myndprýtt. Bókin er ein pappbók, 14 blaðsíður og til børn, sum eru umleið 0 til 2 ár.

[object Object]

Høgni verður ein T-Rex

Høgni við Tutlá hevur ein nýggjan trupulleika ... Ikki bara tað, at hann enn broytist til okkurt hissini dýr, men tað at fyritøkan hjá pápanum er í trupulleikum.

Familjan verður kanska noydd at selja húsini og flyta inn til Britu fastur og hennara seytjan kettur (og eitt træbein).

Alt hetta trýstið ger, at tað er trupult hjá Høgna at hava tamarhald á, nær hann broytist til dýr – og enn verri at broytast aftur aftur. Megnar hann at temja megina eina ferð fyri allar, ella fer hann at enda sínar dagar sum ein dúgva ...?

Sam Copeland hevur skrivað bókina, Sarah Horne myndprýddi, og Tórarinn Niclasen á Rípuni hevur týtt úr enskum. Bókin er heft, 288 blaðsíður og til børn, sum eru umleið 7 til 9 ár.

[object Object]

Suðureftir

Ina skal einki í summarferiuni. Allíkavæl fortelur hon øllum flokkinum, at hon skal Suðureftir.

Men Suðureftir er ikki á kortinum. Kanska fer summarferian, sum Ina helt fór at vera tann ringasta, at vera tann besta?

Marianne Kaurin hevur skrivað, og Elsa Birgitta P. Petersen týddi úr norskum. Bókin er heft, 226 blaðsíður og til børn, sum eru umleið 10 til 12 ár.

[object Object]

Stjørnuslatur

Sjeikurin hjá Karolinu er í ferð við at gerast størsta poppstjørnan í landinum, og hon roynir at fylgja við eftir besta førimuni. Men tað er ikki so lætt at vita, hvussu hon skal bera seg at við nýggja lívinum hjá Mattiasi.

Serliga tá slatur hoyrist um hann allastaðni, og bæði fjepparar og fyriskiparin hjá honum helst høvdu vilja, at hann var stakur. Ber framvegis til at hava álit á Mattiasi, ella hevur lívið sum superstjørna broytt hann?

Stjørnuslatur er triðja og síðsta bókin í stjørnusjeikarøðini.

Kirsti Kristoffersen hevur skrivað, og Vagnur Streymoy týddi úr norskum. Bókin er heft, 218 blaðsíður og til ung.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 05. september 2024

34 Leygardagur 07. september 2024

Stór heystkonsert í Hátúni

Leygarkvøldið 21. september klokkan 19 hava Tórshavnar Manskór og Den norske Studentersangforening stóra felags konsert í Hátúni í Musikkskúlanum við Landavegin í Havn

Tórshavnar Manskór
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Á konsertini fara kórini hvørt í sínum lagi at syngja nakrar sangir, og eisini fara tey at syngja nakrar sangir saman.

Den norske Studentersangforening er eitt sera gott og viðurkent manskór. Kórið varð stovnað í 1845, og hevur tí 180 ár á baki næsta ár. Talan er samstundis um elsta kór í Noregi, sum eisini er almenna kórið hjá universitetinum í Oslo. Kórleiðari er Marit Tøndel Bodsberg Weyde, sum hevur stjórnað kórinum síðan 2016. Hon er ein av fremstu dirigentunum í Noregi, og hevur vunnið fleiri virðislønir sum kórleiðari, eisini altjóða virðislønir.

[object Object]
Den norske Studentersangforening

Seinastu árini hevur Tórshavnar Manskór havt vitjan av og vitjað fleiri stór manskór úr ymiskum londum. Millum annað hava Männerstimmen Basel úr Sveis, Karlakór Reykjavíkur, Studenter-Sangforeningen úr Keypmannahavn og Orphei Drängar úr Uppsala vitjað Manskórið. Hvør í sínum lagi teljast hesi kórini millum tey heilt stinnu kórini í sínum øki og onkur teirra eisini millum tey allarbestu manskórini í heiminum.

Manskórið hevur eisini verið á ferð fleiri ferðir, seinast í summar, tá kórið var á konsertferð í Keypmannahavn, Oslo, Stokkholmi og í Uppsala, ein konsertferð, sum eydnaðist framúr val.

Eitt av kórunum, sum manskórið vitjaði og hevði konsert saman við í summar, var Den norske Studentersangforening (DnS), sum nú kemur at vitja Tórshavnar Manskór.

Tórshavnar Manskór varð stovnað í 1986, og nærkast tí 40 árum, og kórið hevur tónleikaliga ongantíð verið betur fyri enn tað er nú. Nú heysthálvan byrjar hevur Tórshavnar Manskór fingið nýggjan leiðara eftir at Bjarni Restorff, sum var annar av stovnarunum av manskórinum, andaðist fyrr í summar. Nýggjur kórleiðari er Jón Festirstein, sum er útbúgvin violinleikari frá musikkkonservatoriinum í Keypmannahavn. Jón hevur sungið við í kórinum í fleiri ár, og hevur eisini stjórnað kórinum við jøvnum millumbilum.

Áhoyrararnir til konsertina við Den norske Studentersangforening kunnu gleða seg til eina breiða og spennandi sangskrá, har eisini nógv nýtt verður at hoyra.

Atgongumerki til konsertina kunnu keypast á atgongumerki.fo.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 01. september 2024

35 Leygardagur 07. september 2024

Træðrir: Nýggj serframsýning á Listasavninum

"Træðrir" er ein framsýning við fimm installatiónum hjá fimm føroyskum listafólkum - Randi Samsonsen, Jóhan Martin Christiansen, Maibritt Marjunardóttir, Ragnhild Hjalmarsdóttir Højgaard og Alda Mohr Eyðunardóttir

(Mynd: Listasavn Føroya)
SkrivaÐ:

Alda Nielsdóttir

Í gjár, fríggjadagin 6. september, llat nýggja serframsýningin "Træðrir" upp á Listasavni Føroya.

Talan er eum eina framsýning við fimm installatiónum, sum fimm føroysk samtíðarlistafólk hava gjørt, skrivar Listasavnið.

Listafólkini eru Randi Samsonsen, Jóhan Martin Christiansen, Maibritt Marjunardóttir, Ragnhild Hjalmarsdóttir Højgaard og Alda Mohr Eyðunardóttir.

Í hvør sínum rúmi og við hvør sínari tilgongd sýna tey fram listaverk, ið viðgera tráðin - evnisliga og tilfarsliga. Úrslitið er ein framsýning við fjølbroyttum úttrykki og við verkum, ið viðgera ymisk sosialpolitisk evni.

Hví er tað upplagt at tosa um samfelagsligevni ígjøgnum knútar, flættur og fjøkjur? Hví er eitt klæði serliga viðkomandi, tá ið tosað verður um persónligar søgur? Og hvussu kann ein tráður leggja upp til kjak, ið hjálpir okkum at skilja samtíðina? Hetta eru nakrir av spurningunum, ið hendan framsýninginin setir á breddan.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 31. august 2024

36 Leygardagur 07. september 2024

Bókmentaúrmælingur vitjar Bókadagar

Heimskendi rithøvundurin Jon Fosse, sum fekk Nobelvirðislønina í bómentum í fjør, verður við, tá Norðurlandahúsið bjóðar til Bókadagar 16. og 17. november

 
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Bókadagar 2024 hava sum vant altíð nógv at bjóða øllum, ið elska bókmentir - tiltøk við bæði føroyskum og við norðurlendskum rithøvundum. Á skrá verður m.a. rithøvundasamrøður, verkstovur, kjak og nógv annað. Fyrsta navnið, sum Norðurlandahúsið kunnger, er norski rithøvundurin, dramatikarin og bókmentaligúrmælingurin, Jon Fosse.

Fosse er kendur fyri m.a. 'Morgen og aften' (sum er týdd til føroyskt í 2013), 'Hvidhed' og skaldsøgutríverkið 'Andvake'. Hann hevur skrivað bæði skaldsøgur, leikir og yrkingasøvn.

Sum rithøvundur er Jon Fosse heimskendur, og hevur vunnið fleiri heiðurslønir, t.d. Bókmentavirðisløn Norðurlandaráðsins í 2015 og ikki minst Nobelvirðislønina í bókmentum í 2023.

Skráin fyri Bókadagar verður kunngjørd fyrst í oktober. Sum vant eru Bókadagar eitt samstarv millum Norðurlandahúsið, rithøvundar, forløg, bókahandlar og onnur í bókmentaheiminum. Nógv verður á skrá til bæði vaksin og børn. Tiltøkini eru ókeypis við tilmelding til onkur tiltøk.

Fosse fyri tornom
Sum upphiting til Bókadagar og Jon Fosse, bjóðar Norðurlandahúsið til skemtisýningina 'Fosse for dumskallar' (Fosse fyri tornom) longu í oktober.

[object Object]

Í sýningini, sum norski NRK-journalisturin, Linda Eide, framførir, eru frásøgur, anekdotur og undirhaldandi greiningar av Jon Fosse. Við skemtiligum lýsingum gevur hon eina mynd av Jon Fosse, sum bæði fangar og undirheldur tey, ið vita, hvør Fosse er, og tey, ið eru áhugað at vita, hvør hann er.

Sýningin verður 21. oktober, kl. 18. Atgongumerkjasølan er byrjað á nlh.fo.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 02. september 2024

37 Leygardagur 07. september 2024

- Besta fongsul, eg havi verið í

Paul Watson hevur sitið í varðhaldi í Nuuk síðan 21. juli, og sum skilst er tað ikki tað ringasta

(Mynd: Sermitsiaq.ag)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Paul Watson letur væl at fongsulsumstøðunum í Grønlandi.

- Tað kennist sum at vera á einum skipsdekki, sigur Paul Watson við AFP tíðindastovuna, sambært Ritzau.

Eisini kallar hann tað fyri besta fongsul hann hevur verið í, sigur Paul Watson.

Úr fongsulsklivanum sær hann út á sjógv, og har eru hvalar og ísfjøll at síggja.

Fongslið, har Paul Watson hevur sitið í varðhaldi síðani 21. juli, er Anstalten for Domsfældte í Nuuk. Nýggja fongslið hjá grønlendingum stóð liðugt í 2019 og kostaði danska statinum 400 milliónir krónur.

73 ára gamli hvalaaktivisturin hevur síðan 21. juli verið varðhaldsfongslaður í Grønlandi meðan danska løgmálaráðið kannar um grundarlag er fyri at útflýggja Paul Watson til Japan. Mikudagin verður aftur rættarfundur í málinum, og tá fyriliggur møguliga ein avgerð. Um ikki, kann varðhaldsfongslingin verða longd enn einaferð.

Mikudagin varð varðhaldsfongslingin longd til 2. oktober.

[object Object]

[object Object]

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 02. september 2024

38 Leygardagur 07. september 2024

Tey høgravíðgongdu vunnu í Thüringen og Sachsen

Sosialdemokratarnir ivast nú í um Olaf Scholz er tann rætti at standa á odda fyri flokkinum til komandi ríkisdagsval

Björn Höcke, leiðari fyri AfD í Thüringen, vann valið, men sleppur væntandi ikki at skipa stjórn (Mynd: EPA)
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

Víðgongdi høgraflokkurin, AfD, er nú størsti flokkurin í týska statinum Thüringen, og næststørsti flokkurin í Sachsen. Hetta er fyrstu ferð síðan annan heimsbardaga, at ein víðgongdur høgraflokkur vinnur eitt lokalval í Týsklandi.

AfD, Alternative für Deutschland, vann 32,8 prosent av atkvøðunum í Thüringen, sammett við 23,4 á valinum í 2019. CDU gjørdist næststørstur við 23,6 prosentum av atkvøðunum.

Tað var val til landspartatingini í statunum Thüringen og Sachsen í fyrrverandi Eysturtýsklandi sunnudagin. Hóast valsigurin, sær tað ikki út til, at AfD tó fær stjórnarvaldið í hesum landslutunum.

Í Sachsen fekk CDU 31,9 prosent av atkvøðunum, meðan AfD fekk 30,6 prosent.

Samgongan kring vinstrapolitikaran, Sahra Wagenknecht, BSW, sær út til at gerast triðstørst bæði í Thüringen og Sachsen.

Vinstrapopulistiski BSW krevur, eins og AfD, strangari eftirlit við tilflytingini til landið, og heldur, at Týskland skal gevast við at hjálpa Ukraina við vápnum.

Roknað verður nú við, at tað verða kristdemokratarnir, sum fáa til uppgávu at skipa landspartastjórnir í statunum, og at teir helst fara í samgongu við BSW

Allir flokkar, eisini BSW, hava sagt, at teir ikki eru sinnaðir í at fara í samgongu við AfD.

Fyri stjórnina í Berlin og fyri Olaf Scholz, samveldiskanslara, gjørdist úrslitið sunnudagin syndarligt. Sosialdemokratiski flokkur hansara megnaði júst at koma upp um tinggáttina á fimm prosent, men tað megnaði liberali FDP ikki.

Tey grønu fáa eftir øllum at døma umboðan í Sachsen, men ikki í Thüringen.

Sambært eini veljarakanning hjá útvarpsstøðini ARD, svaraðu yvir helmingurin av veljaranum, at tey ynsktu at revsa stjórnina í Berlin á valinum sunnudagin. Bert 17 prosent av veljarunum siga seg vera nøgd við Scholz sum samveldiskanslara.

Nú byrja sosialdemokratar at ivast í, um tað er ráðiligt at stilla upp við Scholz sum kanslaravalevni, tá veljast skal til samveldisdagin um eitt ár. Avgerandi fyri hetta verður landspartavalið í Brandenburg, sum verður hildið um nakrar vikur, skrivar finska kringvarpið Yle við Reuters sum keldu.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 03. september 2024

39 Leygardagur 07. september 2024

Gaza: Yvir 250.000 børn koppsett fyri polio

Málið er at koppseta 640.000 børn undir tíggju ár – higartil er smittan staðfest hjá trimum børnum, og myndugleikarnir stúra fyri, at smittan fer at breiða seg

Barn koppsett á sjúkrahúsi í Khan Yunis (Mynd: EPA)
SkrivaÐ:

Alda Nielsdóttir

Í løtuni eru hjálparfelagsskapir í ferð við at koppseta børn í Gaza fyri sjúkuna polio, eisini nevnd barnalamningur. Byrjað varð um vikuskiftið, og eftir tríggjar dagar eru umleið 255.000 børn koppsett, upplýsti ST-barnafelagsskapurin Unicef í gjárkvøldið sambært Ritzau.

Málið er at koppseta 90 prosent av øllum børnum undir tíggju ár í Gaza, tvs. 640.000 børn.

Í august varð polio staðfest í Gaza fyri fyrstu ferð í 25 ár, og myndugleikarnir stúra fyri, at smittan fer at breiða seg.

Smittan er higartil staðfest hjá trimum børnum, og eisini er hon funnin í spillvatni í økinum.

Sunnudagin varð byrjað at koppseta mitt í Gaza, og síðani verður koppsett í sunnara parti og norðara parti av Gazageiranum. Koppsettingarátakið varir í níggju dagar - tríggjar dagar í hvørjum øki.

Øll børn skulu koppsetast tvær ferðir, og har skulu ganga fýra vikur ímillum hvørja koppseting. Ísrael og Hamas hava avtalu um at leggja vápnini, so leingi átakið er í gongd.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 04. september 2024

40 Leygardagur 07. september 2024

Orkuframleiðsla og orkunýtsla í Føroyum í 2023

Væntast kann, at oljunýtslan til elframleiðslu og hitaframleiðslu fer at vera minni í 2024 enn í 2023

 
SkrivaÐ:

Jan Müller

Umhvørvisstovan ger hvørt ár upp, hvussu gongdin á orkuøkinum hevur verið árið frammanundan. Hagtøl verða savnað saman frá oljufeløgunum, SEV, brennistøðunum, Fjarhitafelagnum og øðrum aktørum. Tølini verða síðani viðgjørd og sett inn í eina serliga mynd, sum samanfatandi vísir, hvussu orkuviðurskiftini vóru hetta árið.

Mynd niðanfyri vísir orkurenslið í Føroyum í 2023. 

[object Object]

Orkurenslið er 3925 GWh, sum er samlaða orkunøgdin frá øllum orkukeldum vinstrumegin á myndini. Tað er hendan orkunøgdin, sum er neyðug til alt orkukrevjandi virksemi í Føroyum, sum sæst høgrumegin á myndini.
Sum sæst, er olja framvegis nógv tann størsta orkukeldan – 89 prosent av øllum.

Í 2023 var samlaða oljunýtslan 302.400 tons. Hetta eru 7.000 tons meir enn í 2022, men 11.000 tons minni enn í 2021, sum var tað árið, tá higartil mesta oljan varð brúkt í Føroyum.

Útreiðslurnar hjá Føroyum til oljukeyp eru sera stórar. Størsta útreiðslan higartil var 2,3 milliardir krónur í 2022.

Í 2023 brúktu vit 5426 tons minni í ferðsluni á landi og til upphiting í mun til í 2022. Eisini sæst ein minking á hesum økjum frá 2021 til 2022. Lítið er at ivast í, at hendan góða gongdin fer at halda fram, har fleiri skifta til elrikin akfør og til upphiting við hitapumpum av ymsum slagi.

Í tveimum geirum hevur ikki eydnast at minka um oljunýtsluna í 2023. Talan er um ídnaðinum á landi og í elframleiðsluni. Í báðum førum er hetta orsakað av stórum vøkstri í virkseminum í okkara høvuðsvinnum, nevniliga alivinnuni og pelagisku vinnuni.

Í 2023 eru allar myllurnar hjá Magn og Effo/Vindrøkt virknar, men samstundis er SEV ikki komið á mál at gagnnýta nýggju battarí- og synkronkompensatorskipanina á Sundi til fulnar. Tí verður lutfalsliga nógv vindorka ikki gagnnýtt - heilir 72 GWh. Haraftrat verða umleið 11 GWh av vatnorku ikki gagnnýttir vegna umvælingar av vatnorkuverkum.

Úrslitið er tí, at vøksturin í elnýtslu hetta árið í størri mun má nøktast við olju.

Elframleiðslan í Føroyum til og við juli 2015-2024: 

Her síggjast ábendingar um, at væntast kann ein væl grønari framleiðsla í 2024 enn í 2023. Bæði í 2023 og í 2024 er munandi vøkstur í samlaðu elnýtsluni, og eisini munandi vøkstur í framleiðsluni av el úr vindorku. Men í 2024 sæst eisini ein størri minking í oljunýtsluni, og er hetta orsakað av betri rakstri av nýggju útgerðini á Sundi.

Haraftrat eru tillagingar gjørdar í fjarhitaskipanini í Tórshavn, sum gera, at spillhiti frá brennistøðini og frá Sundsverkinum verður betri gagnnýttur.

Alt í alt kann tí væntast, at oljunýtslan til elframleiðslu og hitaframleiðslu fer at vera minni í 2024 enn í 2023.

Oljunýtslan í ídnaðinum fer framhaldandi at vera stór í 2024.

Nøgdin av avlopselorku frá vindmyllunum fer at vaksa uppaftur meira, tá nýggju vindmyllulundirnar í Klivaløkshaga og í Porkeri vera tiknar í nýtslu. Um rætt verður borið at, kann hendan avlopselorkan gagnnýtast í stóran mun í pelagiska ídnaðinum. Hetta fer bæði at minka heilt munandi um oljunýtsluna í ídnaðinum og eisini at økja um inntøkugrundarlagið í elveitingargeiranum.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 04. september 2024

41 Leygardagur 07. september 2024

Føroya vakrasta hálvmaraton í dag

– Veðrið sær út til at fara at vera við okkum aftur í ár, siga fyriskiparar – fyri trygdina hjá teimum, sum luttaka, verður Gásadalstunnilin stongdur frá kl. 9.45 til kl. 11.30 og Vatnavegurin frá kl. 11.30 til kl. 13

 
SkrivaÐ:

Alda Nielsdóttir

Í dag verður árliga tiltakið hjá Ítróttarfelagum Frælsi, Føroya vakrasta hálvmaraton.

Hetta er 11. ferðin, at skipað verður fyri Føroya vakrasta hálvmaraton, har runnið verður í Gásadali til Sandavágs, og í ár fara nærum 700 luttakarar at ganga ella renna teinin á 21,0975 km.

- FVHM er eitt heildagstiltak. Tað er veitsludámur her vesturi, rutan er einastandandi vøkur og á túrinum er livandi tónleikur við legendunum Sámal og Jóan Jakku uttan fyri Magn, og Betri hevur fingið DJ Antony Charles at diska uttan fyri bankan, umframt at tey bjóða kaffi og kaku. Tá komið verður á mál við kirkjuna í Sandavági, er tað DJ Haraldsen, sum fer at diska og seta dám á stemningin á málinum. Aðrastaðni seta ymiskir Frælsi vinir playlistar frá ymsastaðni á rutuni.

Fjølbroytt luttakarafjøld
Luttakarafjøldin er fjølbroytt, heilt frá ídnastu rennaranum, til tey, sum njóta ein gongutúr og allar variatiónir har ímillum.

Eitt ávíst luttakaratal eru útlendingar, og hetta setir sín dám, tá tú kemur móti málinum við flaggrøðini Vága kommuna setur upp á hvørjum ári. Higartil eru luttakarar frá 12 ymiskum londum sum koma at renna úr Gásadali til Sandavágs, skriva fyriskiparar í tíðindaskrivi.

Tú stuðlar, tá tú luttekur
Eins og undanfarin ár fara 100 krónur av luttøkugjaldinum hjá gangarum til Krabbameinsfelagið og rennarar kunnu velja at stuðla eisini, tá tey teir tekna luttøku. Fyriskiparar kunnu longu við vissu siga at 40.000 krónur verða lætnar til Krabbameinsfelagið fyri tiltakið í ár.

Ítróttarfelagið Frælsi letur eisini altíð stuðul til Beran í sambandi við #FVHM. Berin er sorgarbólkur fyri børn, ið hava mist ein av sínum nærmastu.

Gásadalstunnilin og Vatnavegurin stongdir
Fyri trygdina hjá teimum, sum luttaka, verður Gásadalstunnilin stongdur frá kl. 9.45 til kl. 11.30 og Vatnavegurin frá kl. 11.30 til kl. 13. Frá kl. 13 til 14 verður skipað fyri konvoykoyring frá rundkoyringini við FK í Miðvági til flogvøllin.

Øll, sum hava teknað seg til FVHM2024 møta í ítróttarhøllini á Giljanesi, har startnummar verður heintað, og síðan verða luttakararnir førdir við bussum frá Giljanesi til Gásadals. Tey, sum luttaka við at ganga túrin fara kl. 9, ímeðan tey, sum skulu renna, fara frá Giljanesi kl. 10. Skotið verður í gongd kl. 10 hjá gangarum og kl. 11 hjá rennarum í Gásadali.

Tá komið verður á mál við Sandavágs kirkju, fáa øll tey sum hava gjøgnumført teir 21.0975 kilometrarnar eitt heiðursmerki fyri luttøku skapað sum Vágar, har rutan runnið ella gingið hevur verið eisini er markerað.

Aftaná verður boðið til ein miðmála á Giljanesi, við laksi frá Hiddenfjord, og heimabakstur afturvið kaffi, sum ein hópur av sjálvbodnum hava staðið fyri.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 06. september 2024

42 Leygardagur 07. september 2024

Tríggir spæla nú á hægri stigi

Andrias Edmundsson, Daniel Johansen og Hørður Askham hava allir skift felag í summar og spæla nú einari deild hægri uttanfyri landoddarnar. Samanlagt spælir ein triðingur av teimum í núverandi hópi uttanlands

Hørður Askham, sum Roskilde í NordicBet-deildini hevur keypt í summar. Hanus Sørensen jagstrar - hann hevur áður spælt í donskum fótbólti, og hevur HB-spælarin seinastu tíðina ment seg til profil í barndómsfelagnum og í føroysku kappingini (Mynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

Håkan Ericson hevur sína tíð sum landsliðsvenjari ynskt - og partvíst eisini eftirlýst - at fleiri føroyskir spælarar royna seg á góðum og høgum stigi uttanfyri landoddarnar.

Vit eru ikki longur í tí tíðini, at nógvir føroyskir spælir eru í hægru deildunum í serliga Skandinavia. Viljormur Davidsen, Sonni Ragnar Nattestad, Petur Knudsen, Hallur Hansson og Gilli Rólantsson Sørensen, sum allir hava spælt í slíkum deildum, spæla nú í Føroyum - síðstnevndi í 1. deild við barndómsfelagnum.

Gilli og Hallur eru gamaní ikki á landsliðnum í løtuni. Av teimum á landsliðnum, sum hava spælt uttanlands seinastu árini og roynt at flutt seg frameftir sum fótbóltsspælarar har, men sum nú spæla í Betrideildini, eru René Shaki Joensen, Hanus Sørensen, Mads Boe Mikkelsen, Pætur Petersen, Klæmint Andrasson Olsen, Jann Benjaminsen og Jóannes Kalsø Danielsen.

Hesir hava spælt í bestu íslendsku deildini ella í næst/triðbestu deildunum í Danmark og Noregi. Har er stigið á ymsan hátt betri enn í Føroyum - í øllum førum miðalstigi. Sýnisgluggarnir eru oftast størri uttanlands, tó at tað væl kann sigast, at tað er betri at spæla við einum av ovastu liðunum í Betrideildini og spæla í Evropa enn at spæla í triðbestu deildini í Danmark/Noreg. Nógvar hava eisini góðar persónligar orsøkir til, at man heldur spælir í Føroyum.

Nakrir flyta seg

Teir báðir einastu spælararnir, ið spæla í ovastu deildunum í einum av skandivisku londunum, eru Brandur Hendriksson Olsen og Jóannes Bjartalíð. Báðir føroysku Fredrikstad-miðvallarnir eru tó skaddir nú. Tað hevði helst merkt nakað, at havt slíkarar spælar - úr einari av topp-tjúgu deildunum í Evropa - við. Hetta er ein smeitur fyri spælið við bóltinum hjá Føroyum - eitt øki sum man vil og skal flyta seg á.

Jóan Símun Edmundsson kann gerast umráðandi í hesum partinum. Toftamaðurin spælir í fremstu deild uttanlands - tað er tó í Norðurmakedonia, sum er styrkismett nakað undir Betrideildini útfrá evropeiskum úrslitinum seinastu fimm árini.

Tað er júst Norðurmakedonia, sum Føroyar spælir ímóti leygardagin. Har er tó bert triðjimálverjin, ið til dagliga spælir í heimlandinum Aðrir spæla millum annað í Bundesliguni, La Liga, Superliguni og Ekstraklasa.

Ekstraklasa er besta deildin í Polandi. Í tí næstbestu spælir millum annað Andrias Edmundsson. Stóri og sterki føroyski miðverjin fekk, eftir ein keðiligan og drúgvan skaða, fótin fyri seg í triðbestu deildini í landinum. Andrias stóð seg so mikið væl síðsta kappingarár, at áhugi var fyri honum úr næstbestu deildini og úr Plock. Toftamaðurin gav avboð til Baltic Cup fyri at tryggja skiftið. Stórur leikvøllur, stolt søga og spennandi projekt við einum føroyingi. Wisla Plock vil gjarna flyta upp í bestu deildina skjótt.

[object Object]Hevur tikið stór fet á landsliðnum seinasta árið....(Mynd: Sverri Egholm)

[object Object]
Og nú í miðdeplinum sum miðverji hjá Wisla Plock. Byrjanin har hevur verið góð (Mynd: Wisla Plock)

[object Object]Daniel Johansen hevur takkað fyri seg í Thisted, har vinstri bakkurin gjørdi stóran mun í niðurflytingarstríðnum...

[object Object]Daniel skrivaði í summar undir við Hillerød, har hann hevur fingið sínari fyrstu minuttir

Næstbesta deildin í Polandi er sum heild á hægri stigi enn næstbesta danska deildin. NordicBet deildin er, tó eitt gott stað hjá føroyskum spælarum at spæla og flyta seg, og tað var eitt stig upp hjá Danieli Johansen og Hørði Askham at taka í summar: Frá triðbestu deildini.

Verjuspælararnir fóru úr HB til "2. Division" og vístu so mikið væl fram í ávikavist Thisted og AB (Akademisk Boldklub) 2023/2024, at áhugi var hægri uppi. FC Roskilde keypti fyri kortum Hørð Askham, og Daniel Johansen spælir nú saman við Adriani Justinussen í Hillerød. Síðstnenvdi hevur síðani í vetur veruliga gjørt vart við seg har, og í Íslandi hevur Gunnar Vatnhamar seinasta árið vunnið greipuna verið kosin "ársins keyp í Íslandi" og nú verið við at spæla Víking Reykjavík.

Meinhard Egilsson Olsen og Patrik Johannesen eru hvør í sínum lagi í gongd við at koma fyri seg eftir drúgvar krossbandsskaðar. Serliga Meinhard hevur havt nakrar góðar løtur seinastu mánaðirnar - við Mjøndalen í næstbestu norsku deildini.

Harvið spæla átta av teimum 24 í núverandi hópi til dagliga spæla uttan fyri landoddarnar.  Tað eru ikki 15, sum er talið, ið Håkan Ericson hevur sett sum mál.  Nú eru tveir "teir fremstu útisetarnir" so skaddir. Summir spælarar flyta seg eisini í føroyskum fótbólti, og tað er helst eingin ivi um, at fleiri kundu spælt - og fara helst eisini at spæla - á góðum stigi uttanlands. Tað krevur tó nógv.

Hópurin:
Teitur Matras Gestsson, HB
Bárður á Reynatrøð, Víkingur
Silas Eyðsteinsson, B36

Jóannes Kalsø Danielsen, KÍ
Jann Julin Benjaminsen, B36
Viljormur Davidsen, HB
Daniel Johansen, Hillerød Fodbold (Danmark)
Andrias Edmundsson, Wisla Plock (Pólland)
Hørður Askham, FC Roskilde (Danmark)
Samuel Johansen Chukwudi, HB
Sonni Ragnar Nattestad, 07 Vestur
Gunnar Vatnhamar, Víkingur Reykjavík (Ísland)
Arnbjørn Svensson, Víkingur

Patrik Johannesen, Breiðablik (Ísland)
René Shaki Joensen, KÍ
Hanus Sørensen, HB
Adrian Justinussen, Hillerød Fodbold (Danmark)
Meinhard Egilsson Olsen, Mjøndalen IF (Noreg)
Sølvi Vatnhamar, Víkingur
Mads Boe Mikkelsen, KÍ

Pætur Petersen, KÍ
Jóan Símun Edmundsson, FC Shkupi (Norðurmakedónia)
Klæmint Andrasson Olsen, NSÍ
Petur Knudsen, NSÍ

Nations League Deild C, bólkur 4
1. umfar, Leygardagin 07. september
Kl. 14: Føroyar - Norðurmakedónia


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 05. september 2024

43 Leygardagur 07. september 2024

Teitur Gestsson ikki við til fyrstu dystirnar

HB-málverjin hevur vant eitt sindur seinastu dagarnar, men tað verður mett, at hann ikki er nóg birgur til landsdystirnar

(Mynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

Landsliðsmálverjin Teitur Gestsson verður ikki mettur at vera nóg birgur til landsdystirnar, sum eru fyri framman móti Norðurmakedonia og Lettlandi.

Tað er serliga brákaða rivjabeinið, sum hevur givið HB trupulleikar síðani stoytin frá Arnbirni Svensson í Sarpugerði.

Tað eru nú tvær vikur síðani. Teitur hevur ikki fingið spælt fyri HB síðani, og hevur ikki vant fult við hjá landsliðnum í vikuni. Hósdagin varð ein roynd gjørt, og hóast tað gekk væl, er 32-ára gamli málverjin ikk heilt til reiðar at spæla dyst.

Hesa metingina hava lækna-og venjaratoymi og Teitur sjálvur gjørt, siga okkara upplýsingar.

Harvið skal royndi málverjin aftur sita og hyggja, meðan landsliðið spælir: Seinastu tvey árini hava skaðar og útbúgving lagt meinbogar í vegin til fleiri landsdystir.

Sum skilst skal ein annar málverji úr 1992 árganginum avloysa Teit Matras Gestsson. Kristian Joensen úr NSÍ er boðsendur.

Kristian hevur staðið væl seinastu tíðina. Hann hevur ikki verið á A-landsliðnum seinastu árini.

[object Object]Kristian Joensen til høgru og Gunnar Nielsen frá landsliðsvenjing fyri tíð síðan (Mynd: Sverri Egholm)

Alt bendir nú á, at Bárður á Reynatrøð, málverji hjá Víkingi, fer at byrja báðar dystirnar. Tað skulu vera tríggir málverjar til landsdysttir - krav frá UEFA. Silas Eyðsteinsson úr B36 er eisini í hópinum.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 06. september 2024

44 Leygardagur 07. september 2024

Ikki serliga stórur áskoðaraáhugi fyri landsdystinum í dag

Hósdagin vóru seld umleið 1.000 atgongumerki seld til Føroyar - Norðurmakedonia. Tíðarásetingin - klokkan 14 - er helst ein trupulleiki hjá fleiri. Henni stendur UEFA fyri

Tað eru framvegis lutfalsliga nógv fólk til landsdystirnar í Føroyum, í mun til íbúgvaratal. Tølini eru tó nakað minkandi (Mynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

Í dag klokkan 14 verður startskotið hjá Føroyum í Nations League 2024, tá Norðurmakedonia vitjar.

Seinastu mongu árini er tað ikki komið fyri, at føroyska A-landsliðið við monnum hevur spælt heimadystir leygardag seinnapart - í øllum førum so tíðliga. Í so fall hevur fyrsta bríksl verið seint seinnapart/tíðliga um kvøldið. 

Tað er sum so fast, at Føroyar spæla heimadystirnar um kvøldið, men í roynd og veru er tað UEFA - evropeiska fótbóltssamgongan - sum ásetur dystartíðirnar. Nú tað er ein leygardag, og nógvir dystir eru, so skal onkur spæla tíðliga. Vegna m.a. sjónvarpsrættindi og hvar altjóða áhugin liggur, so varð tað Føroyar - Norðurmakedonia, sum fekk tí kanska keðiligastu tíðarásetingina hesaferð.

Nógvir føroyingar nýta leygardagarnar til alt møguligt, og millum annað skulu børn sjálvi spæla fótbóltsdystir hendan leygardagin. Dystir leygardag seinnapartin í Betrdeildini selja sjáldan væl, og klokkan 14 er ikki tann ásetingin, sum hóskar best til at møta upp til landsdyst fyri føroyingar.

Sí eisini: 
Gunnar Vatnhamar: Vilja vísa Føroya fólki at vit vilja vinna (Video)
Myndir: Løgdu fyri í sólini á Tórsvølli

Verða nakað yvir túsund

Norðurmakedonia er helst ikki eitt mótsstøðulið, sum skapar stóran stóran spenning millum føroyingar. Hetta hóast landið er í góðari fótbóltsligari menning, var til EM-endaspælið í 2021 og hevur spælarar í hópinum, sum til dagliga spæla í millum annað La Liga og Bundesliguni.

Bert triðji málverjin spælir í heimligu deildini - har spælir eisini ein føroyskur landsliðsspælari: Jóan Símun Edmundsson (FK Shkupi). 

Føroyska landsliðið hevði sum heild eina góða Nations League fyri tveimum árum síðani: Við átta stigum í seks dystum og millum annað sigri á Turkalandi varðveittu Føroyar plássið í deild C. Síðani hevur tó ikki gingist so væl, og áskoðaratølini í fjør (umleið 3.000 til allar dystirnar) bendu eisini á, at áhugin er eitt sindur minkandi.

Um hugt verður eftir lutfallinum, í mun til íbúgvaratalið í Føroyum, eru tað framvegis nógv fólk til dystir. At fylla Tórsvøll kemur so at siga bert fyri, tá heilt stór landslið - og Danmark - vitja, men áskoðaratølini á Tórsvølli fyri nøkrum árum síðani og javnan á Svangaskarði eisini vóru sum heild hægri.

Til seinastu Nations League lá talið millum 2.300-2.500 til allar tríggjar heimadystirnar. Spurningurin er, um komið verður upp har áleið hesaferð.

Nations League Deild C, bólkur 4
1. umfar, Leygardagin 07. september
14.00: Føroyar - Norðurmakedonia


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 05. september 2024

45 Leygardagur 07. september 2024

Gevandi løtur á Trøðni og á Rásini

Fyrrapartin hósdagin vóru spælarar og venjarar á A-landsliðnum við monnum á vitjan í Skúlanum á Trøðni og á Rásini í Saltangará

(Mynd: FSF)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Spæl, sangur og hugni, og eitt sindur álvara, var á skránni, tá landsliðsspælarar og venjarar fyrrapartin hósdagin vóru á vitjan í Skúlanum á Trøðni í Havn, og á Rásini í Saltangará.

Á Rásini, ið er ein eftirskúli fyri ung við menningartarni, ið eru liðug við fólkaskúlan, byrjaðu spælarar og búfólkini í Vælveru Fitness, har skipað var fyri ymsum smáum venjingum.

Síðani varð vitjað á stovninum, har blíðskapurin var í hásæti, samstundis sum sangurin rungaði saman við góðum gittarspæli.

Í Skúlanum á Trøðni var eisini ymiskt á skránni, og millum annað slapp føroyameistarin í talvi, Silas Eyðsteinsson at royna seg við svarta fólkinum. Eisini varð skipað fyri ymiskum spølum og handaligum uppgávum, og tjóðsangurin var sjálvandi eisini sungin.

Uttan iva tvær góðar, hugnaligar og gevandi løtur, ið næmingar og búfólk vóru glað fyri, og fara at minnast.

Klokkan 14 í dag spælir manslandsliðið fyrra av tveimum dystum, sum eru á skránni í hesum umfarinum, tá Norðurmakedonia kemur á vitjan á Tórsvølli.

Fleiri myndir frá vitjanini á Rásini og Skúlanum á Trøðni síggjast her

[object Object]

[object Object]

[object Object]

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 05. september 2024

46 Leygardagur 07. september 2024

U21: Brotsspørk og reyð kort kostaðu í Kroatia

Føroyar spældu tó ein flottan landsdyst í Zagreb, har spenningur var í dystinum so at siga alla tíðina. Beinir Nolsøe skoraði føroyska málið í sínum fyrsta U21-landsdysti - dysturin endaði 2-1

(Skíggjamynd: Televarpið)
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

Tað vóru heilt fáir málmøguleikar í fyrra hálvleiki, har Føroyar ikki høvdu bóltin so nógv men annars høvdu so at siga fult tamarhald á støðuni.

Kroatisku favorittarnir skuldu gera nógv fyri at skapa líkinda støður, og tí var tað ógvuliga keðiligt, tá Kroatia stutt fyri steðgin fekk brotsspark: Eitt av teimum tunnu, har dómarin metti, at Elias Rusborg gjørdi nóg mikið til at heimaliðið fekk frítt skot úr ellivu metrum.

Hetta umsetti heimaliðið til mál. Tað var annars júst Elias, sum hevði størsta føroyska møguleikan fyri steðgin, tá Hvidovre-miðvejrin stútaði mitt á málverjan eftir hornaspark frá Poul Kallsberg.

Føroyar høvdu tíggju skotroynir í dystinum, og tað hevði als ikki verið óuppiborið, um tað eydnaðist at javna til 1-1. Sum seinni hálvleikur leið, sá meira og meira fjáltur út til at koma á Ivica Olic, Niko Kranjcar og teirra menn.

Menninir hjá Eyðuni Klakstein og Atla Gregersen skaptu fleiri vandastøður - millum annað við deyðbóltum. Jørgen Nielsen var ógvuliga nær við at prika bóltin í netið eftir langt innkast, sum Noah Mneney longdi. Heini Fossdalsá Sørensen var eyðsýndur, og vælspælandi Ási Dam og Olaf Bárðarson høvdu eisini naskar skotroyndir í og kring brotsteign, sum kroatiski málverjin tó bjargaði væl.

Tað var ein kontrastøða og síðani eitt brotsspark afturat, sum kostaðu dýrt og á ein hátt bjargaðu kroatum. Í kontraálopið tapti Gullbrandur Øregaard tvídystin, og sum aftasti maður helt hann nóg mikið/hevði kontakt við beini á kroatanum beint uttan fyri føroyska brotsteigin: Reytt kort til sterka føroyingin.

Hetta var í 74. minutti. Føroyar noyddust at verja meira aftur nú í undirtali, og eftir 88 minuttir varð aftur brotsspark dømt móti Eliasi Rusborg, sum kanska helt ov nógv í áleyparanum. 

2-0, men føroyska liðið helt fram at stríðast, og tað eyndaðist at minka um munin í yvirtíðini. Innskifti Bergur Poulsen fann ein anann innskiftara við góðum innleggi úr høgru. Í sínum fyrsta U21-landsdysti skoraði NSÍ-miðvallarin Beinir Nolsøe við snildum stútara. 

[object Object]Beinir Nolsøe og Noah Mneney - dagsins málskjútti og dagsins liðformaður (Savnsmynd: Sverri Egholm)

Føroyar fingu eina støðu afturat, men tað endaði 2-1. Eitt flott føroyskt avrik, sum tíverri ikki gav stig. Næsta uppgáva verður móti Grikkalandi við Djúpumýru týsdagin 10. september.

Undankapping til EM hjá 2025 - bólkur G
7. umfar, hósdagin 05. september (Zagreb)
Kroatia - Føroyar 2-1 (0-1)
39' 1-0 Marin Ljubicic br.
89' 2-0 Franjo Ivanovic br.
90+3' 2-1 Beinir Nolsøe (Bergur Poulsen)

Føroyar (5-4-1/3-4-3): Ari í Haraldsstovu Petersen - Ási Dam, Elias Rusborg, Børge Petersen, Gullbrandur Øregaard, Martin Agnarsson (87' Leivur Guttesen) - Poul Kallsberg (87' Beinir Nolsøe), Noah Mneney (L), Heini Fossdalsá Sørensen (87' Aaron Ellingsgaard), Olaf Bárðarson (79' Bergur Poulsen) - Jørgen Nielsen (72' Gutti Dahl-Olsen)

Reytt kort: Gullbrandur í Horni Øregaard (74')

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 05. september 2024

47 Leygardagur 07. september 2024

Signar, Emil og Markus boðsendir til dystin móti Grikkalandi

U21-landsliðið hevur trý leikbann eftir uppgerðina í Kroatia hósdagin: Liðformaðurin Noah Mneney, Gullbrandur Øregaard og Elias Rusborg eru ikki tøkir týsdagin

Signar á Brúnni hevur roynt at byrja inni á U21-landsliðnum seinastu árini (Mynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

Hósdagin tapti føroyska U21-landsliðið 2-1 á útivølli fyri Kroatia. Talan var um ein dyst, har Føroyar vóru væl við og kundi fingið stig.

– Vit iðra okkum um, at vit ikki fingu stig burturúr. Avrikið var gott, spælararnir stríddust sera væl allan dystin, og vit høvdu nokk av støðum og møguleikum til at skora meira enn eitt mál. Vit manglaðu tann seinasta neyvleikan, og Kroatia hevði hepni og marginalarnar við sær.

Soleiðis sigur venjarin, Eyðun Klakstein við fsf.fo um dystin í Zagreb. 

Beinir Nolsøe skoraði fyri Føroyar í yvirtíðini til 2-1. Kroatia hevði skorað uppá tvey brotsspørk frammanundan og var í yvirtali. Hetta var fyrsti U21-landsdystur hjá NSÍ-miðvallaranum.

FSF skrivar, at føroyski hópurin beinanvegin fer undir fyrireikingarnar til næstu uppgávu. Hon er á Djúpumýru í Klaksvík týsdagin 10. september klokkan 17.30, tá grikkar koma á vitjan.

Til hendan dystin eru Gullbrandur Øregaard, Noah Mneney og Elias Rusborg tó leikbannaðir. Fyrstnevndi fekk beinleiðis reytt kort eftir 73 minuttir, tá hann sum aftasti maður feldi frían kroata. Elias og liðformaðurin Noah fingu báðir gult kort og hava nú fingið ov nógv í undankappingini.

[object Object]
Noah Mneney er ógvuliga týðandi fyri U21-landsliðið, men hann er ikki tøkur til heimadystin móti Grikkalandi týsdagin (Savnsmynd: Sverri Egholm)

Í teirra stað hevur Eyðun Klakstein sent boð eftir Signari á Brúnni úr Víkingi, Emil Weihe Joensen úr EB/Streymi, og Markusi Hellisdal, sum spælir fyri Skála. Signar hevur verið á U21-landsliðnum fyrr í ár, umframt í fjør, meðan Emil og Markus eru nýggir í hesum høpi.

– Nú koma vit heim aftur til Føroya at fyrireika okkum til dystin ímóti grikkum. Vit gleða okkum til ta uppgávuna og hava gott mót um, at vit kunnu fáa okkurt burtur úr dystinum. Vónandi vera eisini nógvir áskoðarar at síggja í Klaksvík hendan dagin, og vit fara sjálvandi at gera okkara til, at vit fáa ein góðan dyst, sigur Eyðun Klakstein við heimasíðuna hjá FSF.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 06. september 2024

48 Leygardagur 07. september 2024

Skelkur í Fuglafirði og stórsigur í Streymnesi - Víkingur nærri FM

Fuglfirðingar vunnu fyrsta sigurin í ár, og var tað á HB, sum man hava mist FM-vónina. Víkingur avgjørdi eftir steðgin móti NSÍ

Bogi Reinert-Petersen avgjørdi við margháttiligum málið eftir 97 minuttir í Fuglafirði, har bæði Hanus Sørensen og Adolfo Sormani vórðu útvístir (Savnsmynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

07 Vestur hevði tveir sigrar á rað undan dystinum leygardagin, men EB/Streymur hevði meira at spæla fyri og tað sást. Liðið hjá Sigfríði Clementsen var í hopla, og skoraði trý mál fyri steðgin og trý mál eftir steðgin - serliga Dabo var í hopla.

Sundalagsmenn settu vágamenn uppá pláss og eru nú oman fyri niðurflytingarstrikuna. 6-0 sigurin hevur eisini stóra ávirkan á málúrttøkuna, sum kann gerast týðandi.

[object Object]
Sengalbúgvin skoraði tvær ferðir og legði upp til eitt mál, tá EB/Streymur  vann heili 6-0 (Mynd: EB/Streymur)

Fyrsti ÍF-sigur í ár

ÍF er framvegis væl undir strikuni, men fuglfirðingar fingu í dag sín fyrsta sigur. Hann var móti HB, sum eftir annað tapið hesa vikuna og ta fjórða innan sjey dystir ikki longur kann roknast sum ein FM-biðil. Hálvfinalusigurin í Sarpugerði kostaði dýrt.

Leygardagin var HB á odda til 89. minutt. Tá javnaði Uros Stojanov, og í longu yvirtíðini gekk heilt galið hjá HB, meðan ÍF fekk løn fyri stríðið.

Í 97. minutti fekk Hanus Sørensen reytt kort fyri kjaftaslit, og minuttin seinni kostaði eykamálverjin Rasmus Nilsson aftur. Tað var jagstrandi Boga Reinert-Petersen, hann skeyt í, og so var frøi í Fløgugerði - tó ikki á Sormani og hansara monnum. HB-venjarin var farin í skiftingarrúmið beint frammanundan. 

32 sigrar í 33 dystum

Víkingur hevur á við sigursrøðini: 11 á rað, 32 sigrar í seinastu 33 Betrideildardystunum og nú níggju stig niður til KÍ og HB - síðstnevnda hevur spælt ein dyst fleiri. 

Tað tók 63 minuttir at fáa hol á móti NSÍ, sum stríddist væl ímóti í Sarpugerði. Olaf Bárðarson og Sølvi Vatnhamar høvdu stórar møguleikar fyri steðgin, men var tað 18-ára gamli Árni Nóa Atlason, sum avloysti skadda Geza Turi, sum legði Viking á odda. 

Innskiftu Jákup Johansen og Jørgen Nielsen staðfestu sigurin seint í dystinum. Tað angar av gulli í Sarpugerði, nú landsliðsstegður er.

Í Havn vann B36 2-0 á B68 við málum av Mattias Hellisdal og Hannis Agnarsson. Og í Klaksvík vann KÍ 3-1 á Skála. Rene Shaki og Páll Klettskarð løgdu heimaliðið framum 2-0 áðrenn Emil Rosenberg minkaði tá fimm miuttir vóru eftir. Men tveir minuttir seinni staðfesti Krostoffer Ødemarksbakken sigurin fyri KÍ.

Betrideildin 21. umfar

EB/Streymur - 07 Vestur 6-0 (3-0) 
07’ 1-0 Boubacar Dabo, br.
19’ 2-0 Boubacar Dabo 
27’ 3-0 Bergur Poulsen (Mathias Blårud)
66’ 4-0 Jens Erik Bruhn (Boubacar Dabo)
77’ 6-0 Jóhann Hansson Joensen
89’ 7-0 Tóki Johannesen 

ÍF - HB 2-1 (0-0) 
48’ 0-1 Mathias Voss (Mohamed Samba)
89’ 1-1 Uros Stojanov (Peter Ullum)
90 +8’ 2-1 Bogi Reinert-Petersen

Reytt kort: Hanus Sørensen (90+7)

Víkingur - NSÍ 3-0 (0-0)
64’ 1-0 Árni Nóa Atlason (Poul Kallsberg)
80’ 2-0 Jørgen Nielsen (Jákup Johansen)
90+4’ 3-0 Jákup Johansen (Poul Kallsberg)

B36 - B68 2-0 (1-0) 
17’ 1-0 Mattias Hellisdal (Marius Kryger Lind)
74' 2-0 Hannis Agnarsson (Anton Søjbjerg)

KÍ - Skála ÍF 3-1 (1-0)
13' 1-0 René Shaki Joensen
50' 2-0 Páll Klettskarð (Jóannes Danielsen)
85' 2-1 Emil Rosenberg
88' 3-1 Kristoffer Ødemarksbakken (Árni Frederiksberg)

Støðan:

Víkingur 57 stig
HB 48 stig
KÍ 48 stig
NSÍ 37 stig
B36 32 stig
07 Vestur 27 stig
EB/Streymur 16 stig
Skála ÍF 15 stig
B68 14 stig
ÍF 7 stig

Víkinur og KÍ hava spælt ein dyst færri

Komandi dystir

Leygardagin 14. september kl. 18.30: Skála ÍF - 07 Vestur

Sunnudagin 15. september kl. 15: EB/Streymur - ÍF
Sunnudagin 15. september kl. 15: KÍ - HB
Sunnudagin 15. september kl. 15: B36 - NSÍ
Sunnudagin 15. september kl. 17: B68 - Víkingur 

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 31. august 2024

49 Leygardagur 07. september 2024

NSÍ tók oddasessin

Við 2-1 sigri í Klaksvík, samstundis sum Víkingur og HB spældu javnleik, hevur NSÍ lagt seg á odda í Betrideildini hjá kvinnum. Í niðara bólkinum vunnu B36 og Skála hvør sín greiðan sigur

Julia Naomi Mortensen skoraði avgerandi málið í dystinum millum KÍ og NSÍ (Savnsmynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Farna vikuskiftið var fyrsta umfar í endaspælinum í Betrideildini hjá kvinnum á skránni.

Í ovara bólkinum møttust KÍ og NSÍ, og Víkingur og HB, meðan dystirnar í niðara bólkinum vóru millum B36 og TB/FCS/Royn, og FC Hoyvík og Skála.

Og sum úrslitini háttaðu seg, er NSÍ nýtt oddalið í ovara bólkinum, eftir at runavíkskvinnur leygardagin vunnu 2-1 á KÍ. Men tað er framvegis rættuliga tætt millum ovastu liðini, og í løtuni er tað bara málmunurin, ið skilir partarnar. NSÍ og Víkingur hava 36 stig, KÍ hevur 34 stig, og nummar 4 er HB við 27 stigum.

Tað vóru annars klaksvíkskvinnur, ið komu betri frá byrjan, og tá 12 minuttir vóru farnir legði Malena Olsen KÍ á odda. Men tá lítil hálvur tími var spældur javnaði Mirjam Huneck, og smáar tíggju minuttir eftir steðgin legði Julia Naomi Mortensen NSÍ á odda 2-1.

Í Sarpugerði í Norðragøtu tók Víkingur ímóti HB, og tá avtornaði fingu liðini hvør sítt mál og hvør sítt stig. Rebekka Benbakoura legði gestirnar á odda í 16. minutti, meðan Eydna Olsen Dalheim javnaði fyri heimaliðið tá eitt lítið korter var spælt av seinni hálvleiki.

Í niðara bólkinum heldur B36 fast í oddasessinum, eftir at B36 sunnudagin vann 5-0 á TB/FCS/Royn. Ester Ellingsgaard var í sonnum málhýri, og skoraði tríggjar ferðir fyri árstalsfelagið, meðan Ása Næss og Jasmin Mittún Darvishi gjørdu hvør sítt mál.

Fjórði dysturin í fyrsta umfari í endaspælinum var á Hoyvíksvøllinum, har FC Hoyvík tók ímóti Skála. Í hálvkeikinum var heimaliðið á odda 1-0, við máli sum Sofía Hansen skoraði.

Men eftir steðgin tók Skála yvir, og við trimum málum frá Saru Benjaminsen, og einum í part frá Sunnvu Fagradal og Vár Poulsen, vunnu skálakvinnur 5-2. Seinna málið hjá FC Hoyvík skoraði Margreta Olsen.

FM-bólkur, kvinnur, 1. umfar:

KÍ - NSÍ 1-2 (1-1)
17' 1-0 Malena Olsen (Tórunn Joensen)
28' 1-1 Mirjam Huneck (Rúna Olsen)
54' 1-2 Julia Naomi Mortensen (Rúna Olsen)

Víkingur - HB 1-1 (0-1)
16' 0-1 Rebekka Benbakoura (Lisa Haraldsen)
57' 1-1 Eydna Dalheim (Jensa Tórólvsdóttir)

Støðan, FM-bólkur:

NSÍ 36 stig
Víkingur 36 stig
KÍ 34 stig
HB 27 stig

Komandi dystir:

Sunnudagin 8. september: HB - NSÍ

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 01. september 2024

50 Leygardagur 07. september 2024

Youth League: HB skal spæla móti liði úr Luksemborg

Fyrstu føroysku dystirnir í fremstu ungdómskappingini hjá UEFA vera móti FC Progres Niederkorn. HB spælir fyrst á heimavølli - mikudagin 18. september

Um HB kemur víðari, so er danska FC Midtjylland á skránni. Her síggjast U17-dreingirnir hjá HB í fjør eftir sigurin í steypafinaluna (Mynd: hb.fo)
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

HB vann í 2023 greipuna hjá U17 dreingjum. Ikki fyrstu ferð at HB vinnur gull í hesum aldursbólkinum, men føroyameistaraheitið í fjør var sertakt, tí at tað gav atgongd til UEFA Youth League.

Føroyar verða í 2024 umboðaðar fyri fyrstu ferð í fremstu ungdómskappingini hjá UEFA. UEFA Youth League er fyri U19-lið, og fyri Føroyar luttekur felagið, sum er føroyameistari í tí tættasta aldursbólkinum: U17.

Tað verður tískil eitt heldur øðrvísi lið enn núverandi U17-lið hjá HB, sum á Tórsvølli 18. september og í Luksemborg 2. oktober skal royna at spæla seg víðari. Tað verður "HB U-19".

Lutakastið í Nyon týsdagin háttaði seg soleiðis, at HB skal spæla móti FC Progres Niederkorn úr Luksemburg í fyrsta umfari av UEFA Youth League.

Samanlagdi vinnarin fer víðari og skal spæla móti danska FC Midtjylland í 2. umfari - eitt felag sum HB hevur sent nógvar ungar spælarar til seinastu tíggju árini ella so.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 03. september 2024

51 Leygardagur 07. september 2024

Formansskifti í Fuglafirði

Á eykaaðalfundi í vikuni vórðu starvsnevndin og ungdómsnevndin mannaðar

Njal Reinert-Petersen (t.v.) tekur við eftir Georges Rouah, sum var í formanssessinum í ÍF í hálvtfimta ár. Georges heldur tó fram í starvsnevndini (Savnsmynd: Jógvan Óli Kristiansen)
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

Á aðalfundinum hjá ÍF tann 21. august eydnaðist ikki at manna starvsnevndina. Tí var eykaaðalfundur 2. september, og tá var vent í holuni.

Tað eydnaðist at manna báðar nevndirnar við lít - starvsnevndina og ungdómsnevndina.

Starvsnevndin skipaði seg soleiðis:
Formaður: Njal Reinert-Petersen
Næstformaður: Fritleif á Lambanum
Kassameistari: Atli Petersen
Skrivari: Irdi Toftegaard
Nevndarlimur: Georges Rouah
Tiltakslimir: Fríði Reinert-Petersen og Rói Dálsá Olsen

Ungdómsnevndin er soleiðis skipað:
Formaður: Pól Hans á Grønatúgvu
Næstformaður: Mary-Ann Zachariassen
Skrivari: Klara Petersen
Nevndarlimir: Palma Tausen og Lillian Jacobsen
Tiltakslimir: Jenny á Lakjuni og Rógvi á Lakjuni Lassen

Sum tað sæst omanfyri, er formansskifti í felagnum. Georges Rouah tók við í januar 2020, men nú hevur hann latið staðfesttina víðari til Njal Reinert-Petersen.

Fritleif í Lambanum, sum leingi spældi á besta liði felagsins, er nú næstformaður. Pól Hans á Grønatúgvu er formaður í ungdómsnevndini.

Hóast flotta 2-1 sigurin á HB leygardagin sær tað út til, at besta mansliðið hjá ÍF skal niður í næstbestu deildina aftur eftir hetta kappingarárið.

Felagið hevur tó millum annað fingið fíggjarligt støðufesti seinastu árini og eitt meira virkið ungdómsarbeiði, har Jóan Pauli Jacobsen framvegis er ungdómsvenjari. 

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 03. september 2024

52 Leygardagur 07. september 2024

Viborg hevur selt Martin Agnarsson

Ungi føroyski vinstri bakkurin skal nú fáa meira spælitíð við Aarhuus Fremad í triðbestu donsku deildini. 20-ára gamli havnarmaðurin hevur verið nógv darvaður av skaðum higartil í Danmark

Í 2022 keypti Viborg Martin Agnarsson úr B36 - eftir dystir millum liðini í Conference League. Spennandi havnarmaðurin skal nú aftur finna sítt stev í vaksnamannafótbólti eftir nógvar skaðar (Savnsmynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

Flytingarvindeygað í millum annað Danmark lat aftur í vikuni. Sambært ítróttarstjóranum í Hillerød, Jackie Rasmussen, hevur verið áhugi fyri toppskjúttanum Adrian Justinussen - bæði úr Superliguni og uttanlands. Hetta váttaði hann fyri bolf.fk.

Tað verður tó ikki til nakað skifti hjá 26-ára gamla landsliðsspælaranum hesaferð. Tað er tó ein føroyingur í donskum felagi, sum hevur skift felag.

Í 2022 keypti Viborg FF Martin Agnarsson beinleiðis úr B36 - millum annað eftir at kviki, ungi vinstri bakkurin hevur staðið seg væl móti júst Viborg í Conference League-dystunum. 

Eitt spennandi skifti, men, sum Martin Agnarsson sjálvur staðfestur í dag, so gjørdist tað ikki heilt tað, sum havnarmaðurin hevði droymt um - tó at Martin sær tað jaliga.

- Tað hava verið nakrir niðurtúrar við skaðum og einum brotnum óstbeini tvær ferðir, so eg havi verið nógv uttanfyri. Tó haldi eg framvegis, at eg havi ment meg sum spælari í Viborg. Eg eri glaður fyri, at eg fór her og fekk uppfylt dreymin um at spæla í Superliguni.

[object Object]
Martin tíðliga í tíðini í Viborg. Hann fekk tríggjar dystir fyri besta liðið (Mynd: Viborg FF)

Hetta sigur U21-landsliðsspælarin við vff.dk, har hann takkar fyri seg og ynskir felagnum alt tað besta. Ítróttarstjórin Mads Agesen takkar samstundis Martini og irðar seg eisini um, at hann hevur verið óheppin við skaðum og tí ikki hevur fingið spæltíðina, sum hann vildi - spældi tríggjar dystir á fyrsta liðnum. Tó hevur føroyingurin verið ógvuliga íðin, profesionellur og ein "fantastiskur persónur" í tíðini. 

Ynskt verður honum alt tað besta í Aarhus Fremad, sum spælir í triðbestu deildini. Harvið heldur 20-ára gamli vinstri bakkurin fram í donskum fótbólti og í Jútlandi.

[object Object]
Martin Agnarsson royndi seg í venjingardysti fyri A-landsliðið, tá hann var 18-ára gamal. Í løtuni er hann á ferð við U21-landsliðið (Savnsmynd: Sverri Egholm)

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 02. september 2024

53 Leygardagur 07. september 2024

KÍ tapti 3-0 í Sarajevo

Heimaliðið stóra leikliga yvirvág, og KÍ ikki víðari í Champions League. Ein dystur skal tó spælast afturt í Sarajevo - móti Benfica ella FC Nordsjællandi leygardagin

Heimaliðið hevði 22 málroyndir og tíggju hornaspark, meðan KÍ einki hevði av slíkum. Málverjin Óluva Allansdóttir Joensen og verjan høvdu harvið úr at gera (Savnsynd: Bjarni Enghamar/fsf.fo)
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

Mansliðið hjá KÍ varð sligið út av Europa League í bosniska hitanum 15. august, tá Borac Banja Luka vann eftir longda leiktíð. Harvið misti felagið ein møguleika at spæla seg í eitt bólkaspæl. 

Tað rakk ikki á mál hjá monnunum, og í hesi vikuni misti kvinnulið felagsins eisini møguleikan at koma víðari í Evropa eftir dyst í Bosnia & Hersegovina. Ikki tí; tað varð ikki nógv væntað áðrenn dystin móti SFK 2000, sum hevur vunnið 22 bosnisk meistararaheiti á rað.

Harvið hevur bosniska felagið tikið heimsmetið hjá KÍ, og móti KÍ hevði SFK greiða leikliga yvirvág móti føroysku meistarunum á sínum heimavølli. Hóast klokkan bert var 11 lokala tíð, lá hitin um tey 30 stigini, og tær hjá KÍ stríddust hart fyri at halda seg inni í dystinum.

Leiðslumálið kom í 29. minutti. Hareftir var 1-0, til tjúgu minuttir restaðu í. Síðani skoraði SFK 2000 tvær ferðir innan níggju minuttir, og so var avgjørt í Sarajevo.

Heimaliðið hevði 22 málroyndir og tíggju hornaspark, meðan KÍ einki hevði av slíkum. Óluva Allansdóttir Joensen og verjan høvdu harvið úr at gera.

Sí meira um dystin á uefa.com.

KÍ tapti 3-0. Tó er ein dystur eftir. Hann er móti danska felagnum FC Nordsjælland, sum í sínum dysti tapti 3-1 móti Benfica úr Portugal. Dysturin hevur ikki so stóran ítøkiligan týdning, men enn ein evropeisk roynd hjá KÍ - og enn ein stór uppgáva. Hon verður í dag klokkan 10.

SFK 2000 - KÍ 3-0 (1-0)
29' 1-0 Alma Krajnic
71' 2-0 Amela Krso
80' 3-0 Merjema Medic

: Óluva Joensen - Malena Olsen (81' Elspa Maria Zachariassen), Birita Ryan, Vár Johannesen, Sólja Ernstdóttir (65' Sára Kristiansen), Sanna Svarvadal (L), Tórunn Joensen, Tóra Mohr (65' Sólja Johansen), Durita Hummeland, Jancy Mohr, Eyðvør Klakkstein.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 04. september 2024

54 Leygardagur 07. september 2024

EM-heimavøllurin verður í Oslo

Eydnast tað føroyska manslandsliðnum at vinna seg til EM-endaspælið í 2026, verður heimavøllurin hjá Føroyum í norska høvuðsstaðnum

Minniliga løtan í Berlin í januar 2023 tá Føroyar fingu javnleik móti Noregi í síðstu sekundunum (Mynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Vinnur føroyska manslandsliðið hjá Føroyum seg til EM-endaspælið í 2026 verður Oslo heimavøllurin í endaspælinum.

Skipanin er soleiðis, at hýsandi londini, í hesum førinum Noreg, Danmark og Svøríki, kunnu velja eitt annað land, sum skal spæla hjá teimum.

Hetta við tí fyri eyga at fáa flestar áskoðarar til innleiðandi umførini.

Noreg hevur í hesum førinum valt Føroyar at spæla í Oslo, Danmark hevur valt Týskland at spæla í Herning og Svøríki hevur valt Ísland at spæla í Kristianstad. Hetta merkir samstundis, at um Føroyar vinna seg til EM-endaspælið, so koma Føroyar ikki at verða í bólki saman við Noreg, Svøríki, Danmark, Týsklandi ella Íslandi, sigur Hondbóltssambandið.

EM26-undankappingin byrjar á heimavølli mikudagin 6. november móti Kosovo.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 02. september 2024

55 Leygardagur 07. september 2024

Kyndil og H71 vunnu Lionsbikarið

Stórsteypadystir vóru sunnudagin millum bestu liðini síðsta ár

Landsliðsleikarin Helgi Hildarson Hoydal er aftur í føroyskum hondbólti (Mynd: HSF)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Hoyvíkshøllin var sunnudagin karmur um teir báðar dystirnar, sum skutu hondbóltsveturin í gongd, tá bestu liðini hjá kvinnum og monnum síðsta ár hittust í steypadystum.

Hetta var sum vant eitt samstarv millum Lions Club í Føroyum og Hondbóltssamband Føroya.

Dystirnir hesaferð vóru millum Kyndil og StÍF hjá kvinnum og mansliðini hjá H71 og VÍF.

Strandakvinnur hava skift nógv út, men góvu Kyndli, sum í fjør var flúgvandi, kapping. Serliga var tað nýggi StÍF-leikarin, Josefine Dyring, sum gjørdi um seg við 16 málum.

Støðan í steðginum var 14-12 til Kyndil. Kyndil endaði tó sum vinnari 27-25. Kyndlakvinnur vunnu Lionsbikarið til ognar.

[object Object](Mynd: HSF)

Stórsteypadystin hjá monnum vann H71. Í steðginum var javnt 12-12, men í seinna hálvleiki fingu vestmenningar ikki spælið at rigga. Hoyvíkingar vunnu 29-22.

Tað er Alzheimersfelagið, sum í ár fær ágóðan av fyrstu dystunum í bæði fótbólts- og hondbóltsárinum.

[object Object](Mynd: HSF)


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 01. september 2024

56 Leygardagur 07. september 2024

Bjarni toppskjútti í byrjanardystinum

Skálamaðurin skoraði aftur sjey mál, tá Valur á heimavølli spældi 31-31 javnleik móti ÍBV. Í dag skal liðið spæla í European League-bólkaspæli

Bjarni í Selvindi hevur fingið eina flúgvandi byrjan í íslendskum hondbólti: 21 mál - sjey í hvørjum - í teimum trimum alemnnu dystunum hjá Vali, har 22-ára gamli bakkurin eisini hevur verið toppskjútti í øllum (Savnsmynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

Bjarni í Selvindi hevur fingið eina flúgvandi byrjan í íslendskum hondbólti. Í vikuni spældu skálamaðurin og Valur byrjanardystin í landskappingini, og eins og vikuna frammaundan í stórsteypadysti og í evropeiska dystinum um vikuskiftið, varð 22-ára gamli bakkurin toppskjútti hjá Vali við 7 málum.

21 mál uppá tríggjar dystir er meira enn góðkent hjá Bjarna. Mikudagin rakk hetta til ein javnleik móti ÍBV, sum vitjaði í N1-höllinni á Hlíðarenda. 

Valur hevði annars vent tí og var á sigurskós, men so skoraði Kári Kristján Kristjánsson í síðstu løtu til 31-31. Strikuspælarin skoraði, eins og Bjarni í Selvindi, sjey mál í allarfyrsta dystinum í Ólis-deildini.

Allan Norðberg spældi ikki nakrar serligan leiklut fyri Val hesaferð. Strandingurin og skálamaðurin eru nú farin til Kroatia, har Valur dag skal gera arbeiði liðugt í play-off umfarinum í Europa League.

Valur vann 34-25 á á Bjelin Spacva leygardagin - hóast útiliðið var á odda 16-13 í stegðinum. Um Valur tapir við átta málum ella fær betri úrslit enn tað í Kroatia, skulu íslendsku steypavinnararnir spæla bólkaspæl í European League. Uppgerðin er á skránni í kvøld klokkan 18.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 05. september 2024

57 Leygardagur 07. september 2024

Vilhelm skoraði tvær ferðir í fyrstu royndini

Hannover-Burgdorf tapti tó á heimavølli móti Gummersbach. Liðið hjá Eliasi Ellefsen á Skipagøtu tapti eisini

 
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

Vilhelm Poulsen gjørdist hóskvøldið tann fjórði føroyingurin, sum spældi í týsku Bundesdeildini. 

24-ára gamli høgri bakkurin úr Hoyvík spældi ein leiklut í verju og álopi hjá Hannover-Burgdorf, og skoraði hann tvey mál móti Gummersbach.

Hetta var tó ikki nóg mikið. Tað var 15-15 í steðginum, og í 2. hálvleiki fór útiliðið frá.

Kroatin Kuzmanovic stóð frálíka væl í málinum hjá Gummersbach, ið vann 32-28. 

Kiel tapti uttan Elias

Mest vinnandi felagið í Týsklandi, Kiel, hevur nógvar skaðar í løtuni, og tað var partur av tí, sum kostaði, tá Juri Knorr og hinir í Rhein-Neckar Löwen vunnu í Mannheim.

Kiel hekk - javnleikur í steðginum - men Rhein-Neckar Löwen var sterkari á degnum og vann við fimm málum.

Harvið ikki góð byrjarn hjá Kiel, sum hevði eitt vánaligt Bundesliga-ár í 2023/2024. Spurningurin er so, nær Elias Ellefsen á Skipagøtu verður tøkur aftur. Knæið darvar føroyska spælskiparan.

Hákun West av Teigum og Füchse Berlin vunnu stórsteypið síðsta vikuskifti. Høvuðsstaðarfelagið setur hol á Bundesliga ár sítt í kvøld klokkan 19 móti Eisenach.



Greinin varð fyrstu ferð løgd út 06. september 2024

58 Leygardagur 07. september 2024

Maria gjørdi bart í sínum fyrsta almenna dysti í Horsens

Skoraði fýra mál móti greipuvinnarunum og heimsstjørnum úr Esbjerg, og sambært lokalum miðlum gav 20-ára gamli føroyski spælskiparin álopinum hjá HH Elite nógva ferð. Varð kosin dagsins spælari

Maria Pálsdóttir Nólsoy og hinar hjá HH Elite taptu 1/8-finaluna í steypakappingini við fýra málum, men stóðu seg sum heild væl. Maria skoraði fýra ferðir (Mynd: hsfo.dk)
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

Í summar skifti hondbóltsspælarin Maria Pálsdóttir Nólsoy úr Neistanum til HH Elite í bestu donsku deildini. Føroyski landsliðsvenjarin Claus Mogensen er eisini venjari hjá hesum liði, og er hann fegin um fyrsta almenna dystin í kappingrárinum:

- Eg eri ógvuliga væl nøgdur við okkara avrik. Vit hava framvegis nógv at læra, tí vit hava so nógvar nýggjar í hópinum. Tak okkara bakketu móti Esbjerg: Tær fýra, sum spældu mest har, hava ongantíð áður spælt í einum kappingardysti.

Soleiðis sigur Claus Mogensen við Horsens Folkeblad eftir áttandapartsfinaluna í steypakappingini móti Team Esbjerg sunnudagin. HH Elite tapti, men ikki við fleiri enn fýra málum - fyri einum árum síðani endaði tað 42-24 til Team Esbjerg. Liðið gjørdist seinni danskur greipuvinnari.

Ein av nýggju spælarum í bakketuni hjá HH Elite er Maria Pálsdóttir Nólsoy, og 20-ára gamli spælskiparin fær eisini rós í omanfyrinevndari grein. 

- De to spillere fra årgang 2004, stregspilleren Romee Maarschalkeweerd og bagspilleren Maria Palsdottir Nolsoy, kommer tilskuerne til HH Elites kampe også til at holde øje med. Romee Maarschalkeweerd var bomstærk på stregen, og Maria Palsdottir Nolsoy gav masser af tempo i HH Elites angrebsspil. At de begge også blev noteret for fire scoringer er kun et ekstra plus i bogen til de to spillere.

[object Object]
Maria í gjøgnumbrotsroynd móti krútsterka Esbjerg-liðnum (Mynd: hsfo.dk

Ferð og tað at bjóða av eru nøkur av sereyðkennunum hjá Mariu, sum skoraði fýra mál í fýra-máls tapinum. Heimaliðið í Horsens bjóðaði av móti teimum mongu donsku og norsku landsliðsspælarum - slíkum sum í síðsta mánaði fingu ávikavist bronsu og gull til OL.

Tvey mál vóru á muni í steðginum, og liðið hjá Claus Mogensen kann taka nógv jaligt við frá dystinum. Millum annað tað at føroyski landsliðsspælarin stóð seg væl. Maria Nólsoy varð eisini kosin dagsins spælari.

Maria, Claus og Hornsens vitja hjá Pernille Brandenborg í Keypmannahavn í dag, tá 1. umfar í fremstu donsku deildini er á skránni.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 03. september 2024

59 Leygardagur 07. september 2024

Kvinnulandsliðið úttikið til venjingardystir

Fyrireikingarnar til EM-endaspælið eru byrjaðar. 18 leikarar eru úttiknir til tveir vinardystir móti Slovakia seinni í hesum mánaðinum

Jana Mittún (Savnsmynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Nú byrja fyrireikingarnar til EM-endaspælið av álvara. Landsliðsvenjararnir, Claus Mogensen og Simon Olsen, hava úttikið hesar 18 leikarar til venjingar og tveir vinardystir móti Slovakia í tíðarskeiðnum 22. til 29. september.

Málverjar:
Annika Fríðheim Petersen, EH Aalborg (DEN)
Rakul Wardum, Ringkøbing Håndbold (DEN)

Útileikarar:
Lív Sveinbjørnsdóttir Poulsen, EH Aalborg (DEN)
Karin Egholm, H71 (við til venjingar 22. - 25. sep)
Brynhild Pálsdóttir, H71
Rannvá Olsen, VÍF
Anna Elisabeth Halsdóttir Weyhe, H71
Turið Arge Samuelsen, Kyndil
Pernille Brandenborg, København Håndbold (DEN)
Brynja Høj, Neistin
Bjarta Osberg Johansen, Kyndil
Elsa Egholm, H71
Jana Mittún, Viborg HK (DEN)
Maria Pálsdóttir Nólsoy, HH Elite (DEN)
Bjørk Franksdóttir Joensen, Randers HK (DEN)
Lukka Arge, H71
Súna Krossteig Hansen, Skanderborg Håndbold (DEN)
Fríða Nolsøe Olsen, VÍF (við til venjingar 22. - 25. sep)

Hópurin kemur at venja saman 22. til 25. september, hareftir farið verður til Slovakia, har kvinnulandsliðið skal spæla tveir venjingardystir móti Slovakia, ávikavist fríggjadagin 27. og leygardagin 28. september.

Føroyska liðið kemur hareftir saman aftur í viku 47, har Føroyar eisini spæla tveir venjingardystir í Føroyum móti Svøríki B, fríggjadagin 22. og leygardagin 23. november. Mikudagin 27. november gongur leiðin til Basel til EM-bólkaspælið, har Føroyar eru í bólki saman Sveis, Kroatia og Danmark.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 06. september 2024

60 Leygardagur 07. september 2024

Johan á Plógv heldur ikki fram í Flensburg

Høgri vongurin var ikki við á danska landsliðnum til OL í summar, og sleppur ikki at halda fram í SG Flensburg-Handewitt aftaná hetta kappingarárið

(Savnsmynd)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Jóhan á Plógv Hansen skiftir felag eftir hetta kappingarárið.

Hann hevur síðan 2022 spælt við SG Flensburg-Handewitt, men felagið boðar frá, at 30 ára gamli høgri vongurin ikki sleppur at halda fram.

Áðrenn hevur havnarmaðurin eisini spælt við Hannover-Burgdorf, og eisini donsku Skanderborg og Bjerringbro-Silkeborg håndbold.

Johan á Plógv Hansen hevur seinastu árini verið partur av nógv vinnandi danska landsliðnum, men hann var ikki við í OL-hópinum í summar, sum endaði við at vinna gull.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 04. september 2024

61 Leygardagur 07. september 2024

Stórsteypadystir í flogbólti á Sandi í dag

Dráttur og Fleyr spæla hjá kvinnum og Mjølnir og SÍ bresta saman hjá monnunum

 
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Eins og í hondbólti og fótbólti byrjar kappingarárið í flogbólti við stórsteypadysti millum føroyameistaran og steypavinnaran. Síðan 2020 hevur verið ferðast kring landið við tiltakinum, og hesaferð verða dystirnir spældir í Ítróttarhøllini á Sandi. 

Í dag kl. 14 spæla kvinnurnar hjá Drátti og Fleyr. Dráttur er greipuvinnari, og vann á Fleyr í bæði FM- og steypafinaluni.

Kl. 17 spæla menninir hjá Mjølni og SÍ. Mjølnir er føroyameistari, og SÍ er steypavinnari.

Øll inntøka frá dystunum fer til Autismufelagið.  


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 06. september 2024

62 Leygardagur 07. september 2024

Sølvi Reinert Hansen aðalskrivari í Svimjisambandinum

Seinasta hálvtannað árið hevur Svimjisambandið virkað uttan aðalskrivara, men nú er Sølvi Reinert Hansen settur í starv

Rókur í Jákupsstovu og Sølvi Reinert Hansen skriva undir sáttmála (Mynd: Rúni Gaardbo)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Starvsnevnd Svimjisamband Føroya hevur sett Sølva Reinert Hansen í starv sum aðalskrivari í Svimjisambandi Føroya, frá 1. september.

Uppgávan er at hjálpa at fyriskipa og menna føroyska svimjing, umframt tilhoyrandi virksemi so sum lívbjarging og svimjiførleiki.

Sølvi Reinert Hansen hevur drúgvar royndir í føroyskum ítrótti, serliga við nevndarvirksemi í Føroyum og uttanlanda, har hann hevur verið millum annað ráðgevi, aðalskrivari og forseti ÍSF, og nevndarlimur í altjóða oyggjaleikanevndini IIGA.

Seinastu 13 árini hevur hann starvast sum mentanarleiðari hjá Runavíkar kommunu, har hann millum annað hevur fingist við at fáa í lag býtislykil til ítróttarstuðul og frítíðarkortið Spjaldur, umframt at hava havt virknan leiklut í byggingini av Bylgjuni, nú skjótt við svimjihøll eisini.

Svimjisambandið hevur seinasta hálvtannað árið virkað uttan aðalskrivara, har í staðin forfólk og nevnd hava tikið sær av hesum.

- Tað er gingið nøkulunda, um enn við avmarkingum vegna væntandi arbeiðsorku, serliga í vanligari arbeiðstíð, sigur Svimjisambandið.

- Vit vænta okkum nógv av nýggja samstarvinum, har Sølvi óivað kann læra okkum ymiskt um, hvussu Svimjisambandið kann betrast og mennast. Møguleikarnir eru mangir, millum annað vegna nýggju svimjihallirnar sum eru á veg í Havn og í Runavík.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 04. september 2024

63 Leygardagur 07. september 2024

Gunnar Hjelm til DM í bodybuilding

59 ára gamli vágbingurin luttekur í DM í bodybuilding sum verður í Herning í døgunum 14. og 15. september

 
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

59 ára gamli vágbingurin Gunnar Hjelm, sum er búsitandi í Havn, luttekur til DM í bodybulding, ið fer fram í døgunum 14. og 15. september í MCH Herning Kongrescenter.

- Tað eru 34 ár síðani eg fyrstu ferð var við til DM í bodybulding, sigur hann.

Seinast “the grand old man” stóð á pallinum í bodybuilding, var tá hann royndi seg til danska meistaraheitið fyri 13 árum síðan í 2011, har tað eydnaðist honum at fáa eitt annað pláss.

Í 2018 gjørdi Gunnar Hjelm eina roynd at luttaka til DM, men sum ikki eydnaðist av ymsum orsøkum.

- Nú er tíðin komin til eg aftur vil royna meg, og sjálvt um árini eru blivin tey fleiri og kroppurin ikki er tann sami, sum tá ein var 25 ár, so ber væl til at seta sær nýggj og stór mál og røkka teimum, sigur hann.

- Seinastu tíðina havi eg vant í New Fitness í Danmark, har eg venji tvær ferðir um dagin. Vónandi komi eg á pallin í besta Rocky stíli, og vísi mína allar bestu útgávu av mær sjálvum til DM tann 14. septembur 2024 í MCH Herning Kongrescenter.

- Lívið er ikki liðugt, hóast eg fylli 60 ár í novembur. Vit hava øll okkurt at bjóða uppá og tað má aldrin vera ein spurningur, um hvussu gamal ein er.

- Viljin í hjartanum førur okkum altíð fram á leið, til tað vit eru best til, sigur Gunnar at enda.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 02. september 2024

64 Leygardagur 07. september 2024

Helgi Winther Olsen trífaldur føroyameistari

Hann vann í fjallasúkkling - á stutteini og á miðteini - og fyri fyrstu ferð FM í triathlon á OL-teininum

Helgi Winther Olsen til oyggjaleikir (Savnsmynd: Jens Kr. Vang)
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Um dagarnar eru hópin av FM kappingum í súkkling og triathlon, og farna vikuskiftið varð skipað fyri heili trimum kappingum.

Fríggjadagin 30. august kappaðust seks luttakarar, allir menn, um FM í fjallasúkkling, MTB XCC stuttteini í Havn.

Helgi Winther Olsen úr Fjallasúkklifelagnum endurvann FM-heitið við tíðini 30.15,7 minuttir. Niklas Hallgren Niclassen, somuleiðis úr Fjallasúkklufelagnum, gjørdist nummar 2 við 34.20,1 minnuttir og Gunnar Dahl-Olsen úr Tórshavnar Súkklu- og Triathlonfelag gørdist nummar trý við tíðini 34.24,6 minuttir.

Teir seks luttakararnir áðrenn startin við Marknagil

Niklas Hallgre  Niclassen, Helgi Winther Olsen og Gunnar Dahl-Olsen

Leygardagin 31. august varð skipað fyri FM í fjallasúkkling, MTB XCO miðteini í Havn. Fýra luttakarar, aftur bert menn, kappaðust um FM-heitið. Aftur her endurvann Helgi Winther Olsen úr Fjallasúkklifelagnum FM-heitið í opna bólkinum.

Helgi hevði tíðina 1.25.52,3 tímar. Nummar tvey gjørdist Gunnar Dahl-Olsen úr Tórshavnar Súkklu- og Triathlonfelag, hann vann samstundis M50 bólkin, og nummar trý gjødist Jóhannes Jóannesson úr Fjallasúkklufelagnum. Jón Helgi Klein Lamhauge úr Fjallasúkklufelagnum gjørdist vinnari av U19 bólkinum. Teir tríggir vóru allir eitt umfar aftan fyri Helga.

Gunnar, Helgi og Jóhannes Jóannesson 

Jón Helgi Klein Lamhauge

Sunnudagin 1. september varð kappast í FM í triathlon á OL-teininum í Klaksvík.

Svomið varð í svimjihøllini, og síðani varð súkklað á einum teini millum Norðoyri og byrgingina um Haraldssund. Runnið varð runt í miðbýnum í Klaksvík. Byrjað varð við einum umfari á Guttabreyt. 9,6 kilometra renningin endaði somuleiðis við einum umfari á Guttabreyt.

Heili 10 menn kappaðust um FM-heitið í triathlon á OL-teininum. Helgi Winther Olsen úr Fjallasúkklufelagnum, fekk eitt hattrick við triðja FM-heitinum hetta vikuskiftið. Hann vann kappingina við 2.05.16,3 tímum. Hetta var samstundis fyrsta FM, sum Helgi hevur vunnið í triathlon.

Bergtór Tórsteinsson úr Norðstrok gjørdist nummar tvey við 2.13.29,5 tímum, og Jákup Petur Eliassen úr Tórshavnar Súkklu- og Triathlonfelag gjørdist nummar trý við 2.16.20,6 tímum.

Hjá kvinnum vann Anna Lovisa Mýri við tíðini 2.57.23,1 tímar. Hon var einsamøll kvinna hendan dagin, og hetta var hennara fyrsta triathlonkapping.

Bergtór Tórsteinsson, Helgi og Jákup Petur Eliassen

Anna Lovisa Mýri


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 03. september 2024

65 Leygardagur 07. september 2024

Silja vann tvífalt FM

Hóast hon ikki vann á degnum, so gjørdist Silja G. Eystberg tvífaldur føroyameistari í kappríðing

 
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Kappingin í tvíspor vaksin hevur sjáldan verið so jøvn sum í ár. Tað var eisini spenningur líka til seinasta riðil, tá FM kappingin var avgjørd í Vágum farna vikuskiftið.

Seinasti riðil var ein beinleiðis finala um, hvør skuldi gerast føroyameistari í tvíspor vaksin. Rossini vóru Bragi av Eiði og Óðin úr Havn. Reiðfólkini vóru bæði úr Havn, Alberg B. Lützen á Braga og Silja G. Eystberg á Óðini. Hvørgan teirra hevði vunnið FM undan hesi kappingini.

Óðin fekk tann betra startin, og hóast Alberg Lützen og Bragi royndi alt teir vóru mentir, so fingu teir ikki Silju G. Eystberg og Óðin aftur. Munurin á málinum var tó bert 10 hundrandapartar av einum sekundi. So lítil var munurin millum gull og silvur í FM stríðnum. Sostatt gjørdist Óðin og Silja G. Eystberg føroyameistari í tvíspor vaksin í ár.

Óðin vann tó ikki kappingina á degnum, tíðin rakk bert til eitt triðjapláss. Sum nevnt hevur kappingin í ár verið sera jøvn, og í Vágum var tað føroyamestarin frá í fjør, sum vann.

Silfá við Ásu Bárðardóttir var á degnum næstan eitt hálvt sekund betri enn nýggi FM vinnarin. Nummar tvey á degnum gjørdist Grani við Halli Hansen á baki. Teir vóru beint í hølinum á Silfu. FM støðan gjørdist, at Óðin vann við 27 stigum, nummar tvey var Bragi við 25 stigum, og nummar trý Silfá við 20 stigum.

Dagurin hjá Silju gjørdist ikki verrim av tí henni eisini eyðnaðist at vinna FM í tølt, hetta var á hestinum Tango.

Kappingarnar endaðu soleiðis:

[object Object]

Tølt FM V Nr. 1 Brynjar og Regin Johannessen, nr. 2 Strákur og Bárður Johannessen og nr. 3 Tango og Silja G. Eystberg. FM endaligt Nr. 1 Tango og Silja G. Eystberg, nr. 2 Brynjar og Regin Johannessen og nr. 3 Strákur og Bárður Johannessen

[object Object]

Skeið FM V nr. 1 Orka og Ranja H. Djurhuus, nr. 2 Brúni og Jóannes Debes. nr. 3 Vørður og Sólja Jógvansdóttur. FM endaligt Nr. Orka og Ranja H. Djurhuus, nr. 2 Brúni og Jóannes Debes. nr. 3 Vørður og Sólja Jógvansdóttur

[object Object]

Trav FM V Nr. 1 Dropi og Lív G. Djurhuus nr. 2 Gígur og Simona Tornby og nr. 3 Gletta og Marner Joensen FM endaligt Nr. 1 Dropi og Lív G. Djurhuus nr. 2 Gígur og Simona Tornby og nr. 3 Gletta og Marner Joensen

[object Object]

Tvíspor ung FM V Nr. 1 Spirit og Hanus Patursson nr. 2 Thor og Sólrun S. Lützen og nr. 3 Kiljan og Simona Tornby FM endaligt Nr. 1 Thor og Sólrun S. Lützen, nr. 2 Spirit og Hanus Patursson og nr. 3 Kiljan og Simona Tornby

[object Object]

Tvíspor vaksin ll flokkur vinnari Tobbi og Rebecca Jørgensen

[object Object]

Tvíspor vaksin l flokkur FM V Nr. 1 Silfá og Ása Bárðardóttir, nr. 2 Grani og Hallur Hansen og nr. 3 Óðin og Silja G. Eystberg FM endaligt, Nr. 1 Óðin og Silja G. Eystberg, nr. 2 Bragi og Alberg B. Lútzen og nr. 3 Silfá og Ása Bárðardóttir.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 01. september 2024

66 Leygardagur 07. september 2024

Onki finalupláss á hesum sinni

Seyðahundakappingin í Eysturríki hevur sum heild eydnast væl, sigur Seyðahundasambandið. Føroyar gjørdust nummar 12 av 18 londum

Jónstein og Gripur (Mynd: Seyðahundasamband Føroya)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Tað gekk illa hjá Tummasi Jacobsen og Linn leygardagin.

Linn fann ikki seyðin, og fór út av vøllinum. Og so vóru Føroyar úti av Continental Sheepdog Championship 2024 í Eysturríki. Enn eitt dømi um at seyðahundakappingar eru harðar og kontantar.

Taka vit saman um, hevur kappingin eydnast væl. Hóast hvørgin av okkara royndastu hundum fekk stig, so smæddust nýggju landsliðsluttakarar okkara als ikki burtur. Føroyar endaðu á 12. plássi av 18 londum.

Føroya luttóku við fýra hundum. 

Tummas Jacobsen við tíkini Linn og hundinum Moss. Jónstein Petersen við hundinum Gripur. Ketty A. H. Winther við tíkini Ragna.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 01. september 2024