Leygardagur 26. oktober 2024 | Nr. 43 | Árgangur 5 | Kr. 0,00
SíÐa 9
SíÐa 13
SíÐa 6
SíÐa 10
SíÐa 52
SíÐa 59
Nýggj útgáva hvønn leygarmorgun kl. 7
Vit eru farin gjøgnum eina turbulenta viku á landspolitiska vígvøllinum. Politiski realiteturin er ikki tann sami nú við vikulok, sum hann var tá vikan byrjaði.
Landsstýrið er ikki fullmannað. Eitt av ungu dugnaligu landsstýrisfólkunum legði frá sær, tá hon ásannaði, at meirilutin á tingi ikki longur hevði álit á henni. Og formaður Tjóðveldis legði óvæntað frá sær í gjárkvøldið – men tað hevur onki við ósemjuna í flokkinum at gera, sum stóðst av júst málinum um misálit á landsstýriskvinnuna, legði formaðurin dent á, tá hann óvæntað kunngjørdi avgerðina í beinleiðis sjónvarpssamrøðu.
Enn hava vit ikki fingið fulla greiði á, um landsstýriskvinnan segði ósatt ella ikki fyri løgtinginum 2. mai 2024. Men tað er ein sannroynd, at ein meiriluti á tingi ikki longur hevði álit á henni, og tí valdi hon skilvís at fara frá sum landsstýriskvinna.
Annað kundi hon ikki gera.
Men eftir at bylgjurnar hava lagt seg aftur, kunnu vit staðfesta, at tað var framúr vánaligt politisk avrik, at tað skuldi koma so vítt, at landsstýriskvinnan skuldi sita á fremsta bonki í ein heilan dag og hoyra skuldsetingarnar um hvussu illa hon hevur logið.
Málið skuldi ongantíð verið komið so langt, tí bæði formaður Tjóðveldis og løgmaður vistu, at teir høvdu ikki tvey av tingfólkum Tjóðveldis við sær í teirra ætlan.
Og í sama eftirsnarleika kunnu vit eisini siga, at í síðsta enda var tað taparin, sum sat eftir sum vinnari.
Gamaní mátti Ingilín D. Strøm leggja frá sær sum landsstýriskvinna. Men hennara politiska umdømi ella eftirmæli er ikki skalað. Hon megnaði at standa stinn í móti og halda fast við sítt. Hon hevur allar møguleikar at koma afturíaftur og gera alt tað, hon hevði sett sær fyri “fyri samfelagið, fyri náttúruna og fyri okkara eftirkomarar”, sum hon fatt greiddi frá av røðarapallinum áðrenn hon legði frá sær.
Tí eftir orðaskiftið kunnu vit staðfesta, at landsstýriskvinnan hevur ásannað, at hon ikki var heppin við orðavalinum undir triðju viðgerð á tingfundinum í mai. Tað stendur eisini rímiliga greitt, at andstøða og samgonga ikki “síggja” málið við somu brillum, og tí fer nú fyrrverandi landsstýriskvinnan til alla tíð at halda fast við, at hon ikki segði ósatt fyri tinginum, eyðvitað tí at hon hevði sett tiltøk í verk júst í royndini at tryggja búskaparliga haldførið hjá Bústøðum.
Og hóast tað av røttum var talað við stórum orðum um álvaran í ikki at siga satt, og vandan fyri fólkaræðinum og eftirlitsstovnar tingsins, so er her talan um eina bagatell. Eina bagatell, sum landsstýriskvinnan bara skuldi viðgingið beinanvegin, so hevði onki verið hent – absolutt onki.
Tí hon segði hetta við ‘ábendingunum’ ikki fyri at villeiða tingið við tí endamáli at fjala nakað í sambandi við viðgerðina og atkvøðugreiðsluna, sum stóð fyri framman.
Og tí má løgtingsforkvinnan og -umsitingin og landsstýrismálanevndin fyri alt í verðini eisini støðga øllum ætlanunum um at finna ein kanningarstjóra at kanna hetta málið. Tí hetta málið letur seg ikki kanna.
Nakað so óítøkiligt sum “fíggjarligt haldføri” kann ikki kannast, og so slett ikki av einum løgfrøðingi uttan so, at hann eisini hevur onkra rættiliga høga búskapar- ella grannskoðaraútbúgving afturat. Hvussu fíggjarliga haldførið er í dag kann ikki staðfestast fyrr enn rúm tíð er gingin – fleiri ár.
Og hvørjar ‘ábendingar’ landsstýriskvinnan skuldi havt fingið, kann heldur ikki kannast, hvørki av løgfrøðingi ella grannskoðara.
Málið snýr seg eina og leina um álit og, - ja, politikk. Tí varð málið eisini avgreitt við teirri avgerðini, sum Ingilín Didriksen Strøm tók.
Men tað átti at verið løgmaður, sum tók avgerðina fyri hana áðrenn hon var tvingað á ákærubeinkin á Føroya Løgtingi.
Staðsetingin verður mett at vera væl egnað, tí hon er miðskeiðis í landinum og lætt atkomulig. Harumframt fer staðsetingin at hava við sær fleiri arbeiðspláss á staðnum og møguleika fyri øktum virksemi í økinum
Við støði í fakligum metingum av grundøkjunum og øðrum greiningararbeiði, hevur Landsstýrið mælt donsku stjórnini til, at nýggja fongslið, sum skal byggjast í Føroyum, verður staðsett við Áir í Sunda kommunu.
Danska stjórnin hevur tikið undir við tilmælinum, og tí er nú endalig avgerð tikin um, at nýggja fongslið verður við Áir, skrivar Løgmálaráðið í tíðindaskrivi.
Tilgongdin at byggja eitt nýtt og størri fongsul í Føroyum byrjaði í juni 2022, tá ið landsstýrið og danska stjórnin skrivaðu undir eina ætlanaryvirlýsing um at seta ferð á hesa tilgongd.
Við støði í nærri ásettum kravfestingum heitti Landsstýrið í mars 2023 á kommunurnar í Føroyum um at lata Landsstýrinum uppskot til staðseting av nýggja fongslinum. Inn komu 11 uppskot frá 9 kommunum.
Staðsetingin verður mett at vera væl egnað, tí hon er miðskeiðis í landinum og lætt atkomulig. Harumframt fer staðsetingin at hava við sær fleiri arbeiðspláss á staðnum og møguleika fyri øktum virksemi í økinum.
Hetta er eitt týdningarmikið stig í arbeiðinum at byggja nýggja fongslið, sigur Bjarni K. Petersen, landsstýrismaður við lógarmálum.
– Vit hava í alt ov langa tíð havt eina skipan, har vit bæði útveita endurmenningina av innsettum til Danmarkar samstundis sum vit dupultrevsa føroyskar fangar við at senda teir av landinum. Tá ið fongslið við Áir stendur klárt, fáa vit munandi betri umstøður at fyribyrgja ringu ávirkanini, sum tað týðiliga hevur at senda føroyskar fangar til Danmarkar, sigur Bjarni K. Petersen, landsstýrismaður.
Eisini danski løgmálaráðharrin, Peter Hummelgaard, er glaður um, at avgerð er tikin um staðsetingina av nýggja fongslinum í Føroyum.
– Tað hevur leingi verið eitt stórt politiskt ynski frá føroyskari síðu, at føroyingar kunnu sita teirra dóm í Føroyum undir tíðarhóskandi umstøðum. Eg eri tí væl nøgdur við, at vit nú fáa tikið eitt týðandi stig á leiðini móti at seta á stovn nýtt fongsul í Føroyum, sigur hann.
Skal standa liðugt í 2029
Nýggja fongslið við Áir kemur í staðin fyri varðhaldið í Mjørkadali, og skal eftir ætlan standa liðugt í 2029. Í varðhaldinum í Mjørkadali í dag sita sum meginregla bara persónar, sum hava fingið fongsulsdóm, styttri enn 18 mánaðir. Aðrir persónar mugu sum meginregla til Danmarkar at sita dómin.
Við nýggja fongslinum er ætlanin, at so at siga allir føroyingar skulu kunna sita dómin í Føroyum. Hetta kann hava stóran týdning fyri endurmenningina av tí dømda, tí nógv bendir á, at tað hevur ringa ávirkan á føroysku fangarnar at verða sendir til Danmarkar, har teir koma í samband við eitt meira rátt kriminelt umhvørvi. Harafturat er tað at verða sendur av landinum fyri at sita dómin eitt slag av dupultrevsing.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 24. oktober 2024
- Eg dugi at telja og kann ásanna, at løgtingið hevur mist álitið á mær, segði Ingilín D. Strøm í løgtinginum hósdagin
Løgtingsfundurin hósdagin varð slitin nakað út á seinnapartin. Tað hendi eftir at Ingilín Didriksen Strøm tók orðið, og legði frá sær sum landsstýriskvinna.
Harvið gjørdi hon eins og Jørgen Niclasen gjørdi í 2003. Fór upp á tingsins røðarapall har hon ásannaði, at hon ikki longur hevði tingsins álit, og tí segði seg úr embætinum sum landsstýriskvinna.
Ingilín D. Strøm helt eina siðiliga røðu, har hon aftur og aftur vísti á, at hon ikki hevur sagt ósatt fyri løgtinginum, og at orðavalið, sum hon brúkti tá í mai mánaði, og sum eru høvuðsákæran í hesum málinum eru tikin úr eini heild.
- Eg havi ikki logið
Ingilín nýtti høvið til at takka fyri stuðulin, sum hon hevur fingið frá sínum samgongufeløgum í tinginum í dag. Men hon ásannaði eisini, at tað vóru tveir limir í Tjóðveldi, sum ætlaðu at atkvøða fyri einum misáliti.
- Eg dugi at telja, og ásanni, at eg havi mist álitið í løtginginum. Hóast eg við reinum hjarta royni at siga, at eg veruliga ikki havi logið tilvitað fyri løgtingi ella fólki, so má eg boyggja meg fyri meirilutanum.
- Tí boði eg frá, at eg nú biði um at verða loyst úr embætinum, segði Ingilín D. Strøm.
Farið í sjálvsving
Áðrenn hetta viðgekk landsstýriskvinnan, at orðingarnar, sum hon brúkti í røðu síni tá ikki vóru tær bestu, men helt fast um, at tað hon segði, var í ordan.
- Síðan er málið farið í sjálvsving, og er blivið til eitt mál um, at eg skal hava logið fyri tinginum.
- Eg havi ikki sett spurnartekn fyri fakliga førleikan hjá landsgrannskoðanini, tí eg havi stóra virðing fyri fakligu tilmælunum, sum vit fáa.
- Eg fari síðan at spyrja tykkum øll um hvat tit halda er mest sannlíkt: Var tað eitt óheppið orðaval, ella halda tit veruliga, at eg royndi at lúgva um eina frágreiðing, sum vit øll sótu við í hondini? spurdi Ingilín D. Strøm.
Hon vísti á, at hon veruliga trýr upp á, at tað ber til at fáa Bústaðir á beint aftur, og at tann tilgongdin er farin í gongd, tí “...vit hava alvorliga brúk fyri einum sterkum bústaðarfelag í dag”, sum hon málbar seg.
Politikkur er ikki altíð rættvísur
Hon greiddi eisini frá, at hon hevur bjóða løgmanni og flokki sínum at víkja sessinum til tess at skapa ró. Men hetta var frárátt henni.
- Eg havi viljað kempa. Tí eg havi ikki gjørt tað, eg eri ákærd fyri. Hetta er ikki rættvíst. Eg veit væl, at politikkur ikki altíð er rættvísur. Tað mugu vit taka við, tá vit bjóða okkum fram í politikki. Men málið hevur verið skeiklað, orð eru tikin út úr samanhangi, fyri at seta málið upp í ein spíss.
Landsstýriskvinnan segði eisini, at hon er ómetaliga hørm um, at málið er farið so langt av sporinum, og at Bústaðir eru drignir gjøgnum rununa.
Áðrenn hon takkaði fyri seg, segði hon.
- Eg eri ikki bangin fyri at missa mín landsstýrissess. Eg fór í politikk fyri at gera mun, fyri at flyta ting, skapa eitt betri samfelag fyri øll, fyri náttúruna og fyri okkara eftirkomararnar. Men hevur tingið mist álitið á mær, so fái eg ikki gjørt tað í verandi starvi.
Sí myndirnar frá løgtingsfundinum hósdagin
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 24. oktober 2024
Erling Eidesgaard og Liljan Weihe siga seg ikki kunna verja landsstýriskvinnuni
- Eg kann ikki fara upp á kompromis við mín integritet. Tað er ongin, sum er størri enn fólkaræðið og tær súlur, sum fólkaræðið byggir á. Tí kann eg ikki verja landsstýriskvinnuna.
Soleiðis segði tjóðveldismaðurin Erling Eidesgaard millum annað á tingi hósdagin. Hann segði ikki beinleiðis um hann vór at atkvøða fyri uppskotinum um misálit ella atkvøða blankt, men hann gjørdi greitt, at hann ikki kundi atkvøða ímóti.
Erling Eidesgaard var sostatt fyrsti samgongutinglimurin, sum ikki vardi landsstýriskvinnuna hendan dramatiska hósdagin á løgtingi.
Erling Eidesgaard, ein av fýra løgtingsgrannskoðarum, vísti á, at grannskoðararnir fleiri ferðir hava víst landsstýriskvinnuni á haldføristrupulleikarnar hjá Bústøðum (Savnsmynd: Sverri Egholm)
Erling Eidesgaard er ein av fýra løgtingsgrannskoðarum, og hann vísti á, at løgtingsgrannsgrannskoðararnir í fleiri førum gjørdu landsstýriskvinnuna varuga við, at ábendingar vóru um, at Bústaðir høvdu avbjóðingar við fíggjarligu haldførinum.
Tí segði landsstýriskvinnan ósatt, tá hon segði seg ikki hava fingið ábendingar um, at avbjóðingar vóru við haldførinum. Og hetta er eisini staðfest av landsgrannskoðanini og løgfrøðingunum hjá løgtingsumsitingini, vísti Erling Eidesgaard á.
Og beint eftir Erling Eidesgaard fór partakvinnan, Liljan Weihe, á røðarapallin og bar fram somu áskoðan av tingsins røðarapalli.
- Eg vil til eina og hvørja tí seta fólkaræðið fremst, um tað so verður tað síðsta eg geri sum tingkvinna, segði Liljan Weihe.
Nú var greitt, at tvey tingfólk hjá Tjóðveldi fóru at atkvøða saman við andstøðuni fyri misálitinum móti landsstýriskvinnuni, og harvið var lagnan hjá Ingilín D. Strøm, sum landsstýriskvinna eisini staðfest.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 24. oktober 2024
Avgerðin er tikin fyri einari tíð síðani, og ting- og landsstýrismanningin hjá Tjóðveldi fekk boðini í Hoyvík fyri tveimum vikum síðani, sigur nú fyrrverandi formaðurin
Ein av mest umrøddu persónunum í Føroyum seinastu stóru 30 árini síðani hevur í kvøld takkað fyri seg sum formaður í Tjóðveldi. Høgni Hoydal var næstlongst sitandi floksforfólk eftir Jenis av Rana.
58-ára gamli hoyvíkingurin hevur av sonnum myndað føroyskan politikk, og hann heldur í øllum førum fyribils fram sum landsstýrismaður við uttanríkis- og vinnumálum.
Avgerðin at gevast er ikki spildurnýggj - hóast tað uttanfrá kann síggja út sum, at støðan viðvíkjandi misáliti á Ingilín Strøm og tveimum tjóðveldisfólkum fyri tí kann hava skúgva undir Høgna Hoydal. Heldur var hetta nær við at hella tað hinvegin aftur sambært manninum sjálvum.
- Eg hevði ætlað at gjørt hetta í friðartíð, og eg umhugsaði eftir støðuna í tinginum hósdagin at broyta hugsan. Men eg standi fast. Eg gevist sum formaður hjá Tjóðveldi.
Hetta segði Høgni Hoydal í Degi og Viku fríggjakvøldið, har hann almannakunngjørdi sína avgerð - eina avgerð sum fleiri fólk hava vitað um í nakrar vikur.
Høgni Hoydal avdúkaði í serstøku samrøðuni, at tað er eitt sindur síðani - ein rúm tíð liðin - at avgerðin um at fara frá er tikin. Hendan avgerðin hevur floksleiðslan fingið boð um, løgmaður Aksel V. Johannesen og forkvinnan í Framsókn Ruth Vang hava eisini fingið tað at vita, og fríggjadagin 11. oktober bjóðaði Høgni Hoydal ting- og landsstýrismanning floksins niðan til sín í Hoyvík.
Har kunnaði maðurin, sum hevur sitið í sessinum í 24 ár, um støðuna. Hetta váttaði tinglimurin Eirikur í Jákupsstovu, í Facebook-uppslagi í gjárkvøldið, har hann skýrir fyrrverandi formann sín sum ein oddvita.
Høgni Hoydal og Eirikur í Jákupsstovu í Hoyvík tað kvøldið, tá formaðurin kunnaði um sína avgerð (Mynd: Eirikur í Jákupsstovu)
Spurningurin er so nú, hvat hendir í Tjóðveldi. Flokkurin hevur ikki staðið seg so væl til seinastu valini, og afturgongdin í veljarakanningunum er eisini stór.
Sirið Stenberg er fyribils forkvinna. Eitt nýtt forfólk verður endaliga valt á eyka flokstingi um átta dagar.
Kallað er til eykafloksting í Tjóðveldi har val av nýggjum forfólki er á skránni.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 25. oktober 2024
Um eitt-tíðina kom tíðindaskriv frá Tjóðveldi við kunning um semju um at fylgja tilmælinum hjá landsstýrismálanevndini um kanningarstjóra - tríggjar tímar seinni var landsstýrskvinna farin úr starvi vegna vantandi stuðul í samgonguni
Nakað eftir middag hósdagin, meðan løgtingið viðgjørdi málið um misálit á landsstýriskvinnuna við umhvørvismálum, kundi hetta lesast:
Floksleiðsla og aðalstjórn Tjóðveldis er samd um at fylgja niðurstøðuni hjá landsstýrismálanevndini at seta ein kanningarstjóra at lýsa málið um landsstýriskvinnuna við Umhvørvismálum.
Landsstýrismálanevndin hevur til uppgávu at gera tilmæli til Løgtingið um embætisførsluna hjá landsstýrisfólkum, og tilmælið frá nevndini er at seta ein kanningarstjóra.
Einans við at virða skipanirnar ber til at byggja upp á álitið á hesar skipanir.
Floksleiðsla og Aðalstjórn Tjóðveldis
Fráboðanin kom stutt fyri klokkan 13. Stutt eftir klokkan 16 varð viðgerðin av málinum um misálit á Ingilín Didriksen Strøm av. Ikki við at tað varð felt, og at næsta stigið var ein kanningarstjóri, men við at Ingilín Strøm sjálv segði embætið frá sær.
Orsøkin var ikki, at hon helt seg hava gjørt nakað skeivt: Heldur var tað tí, at Javnaðarkvinnan sá skriftina á vegginum.
- Eg dugi at telja, og ásanni, at eg havi mist álitið í løtginginum. Hóast eg við reinum hjarta royni at siga, at eg veruliga ikki havi logið tilvitað fyri løgtingi ella fólki, so má eg boyggja meg fyri meirilutanum.
Ingilín Strøm byrjaði røðuna við at takka øllum, sum so dyggiliga hava stuðlað sær í dag. Hetta vóru "flestu tinglimirnir", sum hon málbar seg. Helst eitt slag av priki til Liljan Weihe og Erling Eidesgaard, sum seinnapartin so gott sum avdúkaðu, at tey fóru at atkvøða fyri uppskotinum Í øllum førum ein staðfesting av, at tað ikki var fullur stuðul.
Erling Eidesgaard er ein av fýra løgtingsgrannskoðarum, og á tingsins røðarapalli vísti hann á, at løgtingsgrannsgrannskoðararnir í fleiri førum gjørdu landsstýriskvinnuna varuga við, at ábendingar vóru um, at Bústaðir høvdu avbjóðingar við fíggjarligu haldførinum.
Tí segði landsstýriskvinnan ósatt, tá hon segði seg ikki hava fingið ábendingar um, at avbjóðingar vóru við haldførinum. Og hetta er eisini staðfest av landsgrannskoðanini og løgfrøðingunum hjá løgtingsumsitingini, vísti Erling Eidesgaard á.
- Eg vil til eina og hvørja tí seta fólkaræðið fremst, um tað so verður tað síðsta eg geri sum tingkvinna, segði Liljan Weihe.
Erling Eidesgaard og Liljan Weihe vístu á prinsipiellar orsøkir til, at tey ikki vildu hava kanningarstjóra - sum floksleðislan og aðalstjórnin annars gjørdi (Savnsmyndir: Sverri Egholm)
Hetta hevur sett Høgna Hoydal í heldur trupla støðu, og óvæntað tók landsstýrismaðurin orðið. Formaðurin í Tjóðveldi segði seg vera "tiknan av fótum", og at hann nú hevur innanhýsis trupulleikar í Tjóðveldi. Síðan er komið fram, at áðurnevnd tingfólk alla tíðina hava sagt, bæði við egnan floksformann og løgmann, at tey ikki vóru samt, og heldur vildu hava, at "málið varð loyst" áðrenn komið var so langt, at eitt uppskot um misálit varð lagt fram.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 24. oktober 2024
Aksel V Johannesen fer at brúka komandi vikuna til at kanna støðuna áðrenn avgerð verður tikin um nýtt landsstýrisfólk
- Landsstýriskvinnan við umhvørvismálum, Ingilín D. Strøm, hevur boðað løgmanni frá, at hon ynskir at verða loyst úr starvi, sbr. stýrisskipanarlógini § 29 stk. 1.
- Løgmaður hevur eftirlíkað hennara umbøn.
Hetta legði Løgmansskrivstovan út stutt eftirr at Ingilín Didriksen Strøm á tingsins røðarapalli kunngjørdi, at hon ynskti at leggja sessin frá sær.
Hóast hon ikki metti, at hon hevði gjørt nakað tilvitað skeivt, uttan at møguliga orðað seg heldur óheppið í tingunum fyrr í ár, so ásannaði Ingilín Strøm, at hon fór at fella.
Nú er ein nýggj støða í landsstýrinum. Sambært lóg yvirtekur Aksel V. Johannesen í fyrstu syfti embætið.
- Sambært fráboðan nr. 164 frá 22. desember 2022 um býti av málsøkjum landsstýrisins millum landsstýriskvinnurnar og landsstýrismenninar, sum seinast broytt við fráboðan nr. 73 frá 18. juni 2024, § 55 stk. 3, røkir løgmaður fyribils umhvørvismál.
Kringvarpið fangaði løgmann í Løgtinginum eftir tingfundin. Spurdur um hvussu støðan verður nú í aðallráðnum, staðfesti Aksel V. Johannesen, at hann ikki veit; ein tilgongd skal nú vera, har hann hyggur uppá støðuna saman við hinum í Javnaðarflokkinum.
Eitt spurnartekin er nú sett útfyri stevið í samgonguni, tí hvørki løgmaður ella Høgni Hoydal væntaðu, at nakar í samgonguni høvdu atkvøtt fyri misáltinum. Tað kom ikki so langt, tí at Ingilín Strøm sjálv legði frá sær, áðrenn andstøðan og allarhelst tveir Tjóðveldi-tinglimir, Liljan Weihe og Erling Eidesgaard, sluppu at fella hana sum landsstýriskvinnu.
Mynd: Jens Kr. Vang
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 24. oktober 2024
Mikukvøldið vórðu serligu mentanarheiðurslønir landsins latnir í Varpinum í Klaksvík
Hanni Bjartalíð, myndlistamaður úr Klaksvík, men búsitandi í Finnlandi, fekk Mentanarvirðisløn landsins 2024. Mentanarvirðisløn landsins er 150.000 krónur og verður latin fyri at heiðra føroysk mentafólk sum tøkk fyri listaligt avrik.
Í grundgevingini stendur millum annað soleiðis:
Listin hjá Hanna hevur altíð verið serstøk og brotið upp úr nýggjum í føroyskum høpi. Bæði í sínum málariska og skulpturella úttrykki er Hanni Bjartalíð sín egin.
Verk hansara lýsa eina naivistiskt heimliga og humoristiska nostalgi og melankoli. List hansara er skemtingarsom, eyðkennilig fyri okkum øll og setur spurningar um lív og deyða á breddan.
Stóra træklótan, sum listprýðir atrium á Glasi, telist millum høvuðsverk hansara.
Randi Ward (Mynd: Bjarni Á. Rubeksen / amr.fo)
Heiður til amerikanskan týðara
Heiðursgáva landsins 2024 varð handað Randi Ward, sum hevur staðið fyri at týða føroyskan skaldskap til enskt.
Heiðursgáva landsins er 75.000 krónur, og hon verður latin fyri at hava virkað til frama fyri mentanarlig virði, sum hava týdning fyri føroyska mentan, list og mentanararv.
Í grundgevingini stendur millum annað soleiðis:
Randi Ward, týðari, fær Heiðursgávu Landsins fyri sítt áhaldandi arbeiði og stóra hegni at týða og gera vart við føroyskan skaldskap í útheiminum.
Sum ein savnandi hornasteinur innan føroyskar bókmentir hevur Randi Ward sett føroyskar bókmentir í eygnahædd við samtíðarbókmentir heimsins.
Randi Ward hevur týtt verk eftir føroyskar høvundar so sum Guðrið Helmsdal, Steinbjørn B. Jacobsen, Tórodd Poulsen, Marjun S. Kjelnæs, Sissal Kampmann og Oddfríð M. Rasmussen.
Beinir Bergsson saman við landsstýriskvinnuni, Sirið Stenberg (Mynd: Bjarni Á. Rubeksen / amr.fo)
Týðandi ung rødd á føroyska listapallinum
Beinir Bergsson fekk handað Virðisløn til ungt listafólk 2024. Henda virðislønin er 50.000 krónur, og hon verður latin ungum, sum hava víst serliga góðar gávur og fyri at eggja til framhaldandi virksemi og menning.
Í grundgevingini stendur millum annað soleiðis:
Beinir Bergsson debuteraði við yrkingasavninum "Tann lítli drongurin og beinagrindin" í 2017 og fekk hann fyri hetta í 2018 Ebbuvirðislønina.
Næsta yrkingasavnið, "Sólgarðurin", hevur vakt stóran ans bæði her heima og uttanlands, og varð innstillað til Norðurlendsku Bókmentavirðislønina í 2022. "Sólgarðurin" er nú týddur til fleiri mál, m.a. enskt, grikskt, íslendskt og danskt.
Komandi og triðja yrkingasavn hansara, "Náttargarðurin", heldur fram, har "Sólgarðurin" slepti.
Í útvarpssendingini Samværi gevur Beinir eitt týdningarmikið og slóðbrótandi íkast til samrøður um føroyska list.
Fyri sína týðandi rødd á føroyska listapallinum fær Beinir Bergsson virðisløn til ungt listafólk 2024.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 26. oktober 2024
Patrick Da Silva er ákærdur fyri kynslig brotsverk av ymsum slagi og varð í gjár varðhaldsfongslaður í fýra vikur
KÍ-spælarin Patrick Da Silva var í gjár varðhaldsfongslaður fýra vikur eftir grundlógarhoyr í Føroya rætti. Tað skrivar Frihedsbrevet, sum var í rættinum.
Sambært miðlinum er 30 ára gamli Patrick Da Silva millum annað ákærdur fyri brot á §229 í revsilógini, sum snýr seg um grooming. Eisini er Da Silva ákærdur fyri at hava roynt at skaffað sær samlegu við barn undir 15 ár, og at hava framt blúnisbrot, ið kann revsast við fongsli í upp til tvey ár. Er tann órættaði undir 15 ár, er revsingin fongsul í upp til fýra ár.
(Mynd: Sverri Egholm)
Patrick da Silva er áður dømdur fyri slíkt mál, tá hann í 2021 fekk 20 daga treytaða fongsulsrevsing fyri bygnaðarskemd fyri einari tá 14 ára gamlari gentu.
Danskt-brasilski spælarin kom til KÍ í 2022.
KÍ boðaði í gjár frá, at felagið hevur sagt sáttmálan við 30 ára gamla danan upp. Hann hevði annars sáttmála við KÍ árið út, men sum avleiðing av varðhaldsfongslingini, er sáttmálin farin út gildi.
- Tað var í desember 2021, at KÍ gjørdi av at geva Patrick da Silva ein nýggjan møguleika við at gera sáttmála við hann. Í sáttmálanum vóru ítøkiligar treytir settar honum, sum høvdu við sær, at livdi hann ikki upp til treytirnar, fór sáttmálin úr gildi alt fyri eitt, skrivar KÍ á heimasíðuni.
Sambært upplýsingunum, sum KÍ hevur fingið frá politinum, er talan um brotsverk framd í Danmark.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 25. oktober 2024
Nakrir bóghvítuhvalir hugnaðu sær á Borðoyavík sunnudagin
Farna sunnu vórðu nakrir bóghvítuhvalir sæddir á Borðoyavík.
Hjalmar Zachariassen tók hesar hugtakandi myndirnar, har tað eisini sæst, at tað vóru æðurnar, sum høvdu lokkað hesar vøkru hvalirnar so nær landi.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 20. oktober 2024
Hagar hf, sum millum annað rekur Bónus-ketuna í Íslandi, fer ætlandi at keypa allan partapeningin. Núverandi eigarar í SMS vera millum 15 teir størstu eigararnar í íslendska felagnum
Íslendska samtakið, Hagar hf, ið er skrásett á íslendska keypsskálanum, ætlar at keypa allan partapeningin í Pf. SMS. Miklagarður, Bónus og Mylnurnar fáa harvið øktar møguleikar at menna virksemið og økja vøruúrvalið.
Stóra íslendska samtakið Hagar hf, sum rekur íslendsku Bónus-ketuna, oljufelagið Olís við 70 bensinstøðum, klædnahandilsketuna Zara og annað serstakt virksemi, ætlar at keypa allan partapeningin í Pf. SMS. Hagar hf og partaeigararnir í Pf. SMS eru samdir um treytirnar fyri søluni, sum partarnir hava undirskrivað í einum ætlanarskrivi.
Pf. N.M. Holding og Pf. Farcod eiga helvt um helvt av Pf. SMS, og sambært søluætlanini keypa núverandi partaeigarar í SMS-samtakinum partabrøv í Hagar, har teir samanlagt fara at teljast ímillum 15 teir størstu partaeigararnar í íslendska samtakinum. Harumframt heldur Niels Mortensen fram sum stjóri í Pf. SMS.
Íslendsk pensjónsfeløg eiga meginpartin av Hagar, sum hevði umleið eina milliard evrur í umsetningi í fjør. 2.500 fólk starvast í samtakinum, og tað svarar til 1.450 fulltíðarstørv. Pf. SMS hóskar væl til strategisku málini hjá Hagar, sum fyrr í ár boðaði frá, at samtakið leitar eftir nýggjum møguleikum at víðka virksemið.
Hagar hf boðar í tíðindaskrivi frá, at við keypinum av SMS, ið er ein høvuðsleikari á føroyska marknaðinum, økir Hagar sítt virksemi innan gerandisvørur munandi.
- SMS er eitt sterkt og vælrikið samtak, ið hevur djúpar røtur í føroyska samfelagnum. Vit vilja gera okkara besta fyri at stuðla menning og vøkstri í SMS, sum gagnar Føroyum, sigur Finnur Oddsson, samtaksstjóri í Hagar Hf.
Fyrimunir fyri viðskiftafólkini
- Ætlanirnar hjá Hagar at keypa Pf. SMS fara uttan iva at gagna viðskiftafólkunum hjá Miklagarði, Bónus- handlunum og Mylnunum, sum verða innlimað í eitt risastórt samtak við einum stórum altjóða netverki. Fyri SMS-samtakið er m.a. talan um rakstrarfyrimunir, nýggjar menningarmøguleikar og økt vøruúrval, sigur Niels Mortensen, samtaksstjóri og partaeigari í Pf. SMS.
Niels Mortensen (Savnsmynd: Sverri Egholm)
- Tað hevur eisini stóran týdning fyri okkum sum partaeigarar, at vit kunnu halda fram sum partaeigarar á hægsta stigi í íslendska samtakinum, har vit framhaldandi kunnu hugsavna okkum um Pf. SMS sum føroyska partin av Hagar, staðfestir Niels Mortensen.
Hann fegnast um aftur at fáa møguleikan at samstarva við Hagar, ið var partaeigari í Pf. SMS fram til 2010, eftir at SMS hevði sett Bónus-handlarnar á stovn í Føroyum.
- Tætta tilknýtið millum Pf. SMS og Hagar hf, ið er skrásett á íslendska keypsskálanum, kann eisini gerast áhugavert hjá føroyska almenninginum, sum nú fær møguleikan at gera íløgur í føroyska gerandis- og matvørumarknaðin við at keypa partabrøv í Hagar hf, vísir Niels Mortensen á.
Umsetningurin hjá Pf. SMS var umleið 700 milliónir krónur í fjør, og avlopið eftir skatt var 12 milliónir krónur. 700 fólk eru í starvi hjá SMS-samtakinum svarandi til 286 fulltíðarstørv.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 22. oktober 2024
Løgmaður hevur sett Bjørgfríð Ludvig í starv sum aðalstjóra í Heilsumálaráðnum. Hon hevur síðan 1. januar verið fyribilssettur aðalstjóri
Aksel V. Johannesen, løgmaður, setti í gjár Bjørgfríð Ludvig í starv sum aðalstjóri í Heilsumálaráðnum. Hetta var eftir tilmæli frá setanarbólkinum.
Starvið var lýst leyst í september, og sjey umsóknir vóru til starvið.
Bjørgfríð Ludvig er 57 ára gomul, útbúgvin cand.scient.adm, umframt at hon er í gongd við eina master í leiðslu og skipan frá Setrinum. Hon hevur sera drúgvar leiðsluroyndir, eitt nú sum aðalstjóri í Vinnumálaráðnum (2012-2016), og kommunustjóri í Tórshavnar kommunu (2016-2023). Síðani 1. januar í ár hevur hon verið fyribilssettur aðalstjóri í Heilsumálaráðnum. Bjørgfríð Ludvig tekur við starvinum beinanvegin.
Stutt um aðalstjórastarvið
Aðalstjórin er ovasti ráðgevi hjá landsstýrisfólkinum í avvarðandi ráði og hevur ábyrgdina av dagligu leiðsluni, menningini og rakstrinum av ráðnum. Setanartreytirnar hjá øllum nýsettum aðalstjórum eru endurskoðaðar. Nýggju setanartreytirnar innibera eitt nú, at aðalstjórasetanin er áramálasett til sjey ár. Harafturat eru nýsettu aðalstjórarnir ikki tænastumannasettir, men settir eftir vanligum stjórasáttmála.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 25. oktober 2024
Røðan sum varð hildin undir endaorðaskiftinum verður mett sum ársins røða í Danmark
Føroyski fólkatingsmaðurin, Sjúrður Skaale, fær í næstum virðisløn fyri at hava hildið “Ársins røðu”. Talan er um røðuna, sum hann helt á fólkatingi í sambandi við endaorðaskiftið síðst í mai.
Tað er danski miðilin Altinget, sum kundi avdúka, at føroyski fólkatingslimurin fær heiðurin.
Dómsnevndin, ið kjósar ársins røðu sigur soleiðis í grundgeving síni til at geva Sjúrði Skaale heiðurin:
“Røðan skarar framúr retoriskt við at viðgera eitt serliga avbjóðandi mál, uttan mun til um ein er samdur í sjónarmiðunum, sum Skaale ber fram, so bjóðar røðan okkara støðutakan av og noyðir lurtaran til at umhugsa tey mongu frábrigdini [...]”
Tað er felagsskapurin Danske Taler og Rhetor – Rådgivende retorikere, sum á hvørjum ári kjósa ársins bestu røðu, sum hevur hugtikið og skapt endurljóð í almenna kjakinum.
Fyrverandi ráðharrin og fólkatingsformaðurin, Bertel Haarder, fer 12. november at handa heiðurin undir ráðstevnuni Logograf, sum er ein ráðstevna fyri taluskrivarar, sum Rhetor – Rådgivende retorikere skipar fyri.
Hesi sita í dómsnevndini, ið velur ársins røðu millum tær innstillaðu: Anita Furu, røðuskrivari og rithøvundur, Kristian Andersen, redaktionssjefur, Altinget, Bodil-Marie Gade, forkvinna í Retoriklærerforeningen, Jesper Troels Jensen, formaður í Danske Taler, Christine Ravn Lund, forkvinna í Dansk Ungdoms Fællesråd og Kell Jarner Rasmussen, stj óri í Rhetor.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 22. oktober 2024
Landsstýrismaðurin við uttanríkis- og vinnumálum varð farna vikuskiftið boðin at heilsa uppá forsetan, Hallu Tómasdóttir
Høgni Hoydal, landsstýrismaður við uttanríkis- og vinnumálum, varð í farnu viku boðin til íslendska forsetasætið, Bessastaðir, at heilsa uppá forsetan, Hallu Tómasdóttir, sum tók við embætinum, sum forseti Íslands, 1. august.
Forsetin og landsstýrismaðurin kunnaðu sínámillum um annaðhvørt politisku støðuna í Íslandi og komandi valið, sum er ásett at vera síðst í november, umframt føroysk viðurskifti og hvørji mál eru á politisku dagsskránni í Føroyum.
Felags áhugamálini millum vinartjóðirnar eru mong, og hesi vórðu eisini umrødd.
Eftir forsetavalið í Íslandi í summar, beyð løgmaður Hallu Tómasdóttir, forseta, til Føroya á almenna vitjan.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 19. oktober 2024
Tinglimir hjá Javnaðarflokkinum, Sambandsflokkinum og Miðflokkinum atkvøddu ríkslógartilmæli ígjøgnum við aðru og triðju viðgerð. 500 atkvøður til fólkatingsval skulu vera nóg mikið at søkja um floksstuðul úr Danmark
Í langa tíð hava føroysku flokkarnir, sum hava fingið yvir 1.000 atkvøður til fólkatingsval, og søkt um tað fingið sonevndan floksstuðul úr Danmark.
Trupulleiki stóðst seg tó fyrr í ár, tá tað varð varnast, at heimild ikki hevur verið fyri hesum: Lógin hevur ongantíð verið í gildi í Føroyum.
Flokkarnir skulu tó ikki geva nakran pening aftur. Ístaðin hevur Aksel V. Johannesen, løgmaður, lagt ríkislógartilmæli fyri løgtingið.
Hetta var til 2. viðgerð týsdagin. Við meirluta á 17-14, tveir tinglimir vóru ikki til staðar, slapp tað víðari til 3. viðgerð, har tað varð endaliga samtykt.
Løgmaður legði ríkislógartilmæli fram. Hansara flokkur er fyri at framhaldandi fáa flokspening í Danmark (Savnsmynd: Sverri Egholm)
Hetta er ikki eitt samgongumál ella andstøðumál - atkvøtt varð eisini meira eftir "ríkisrættarligum sannføringum",
Fólkaflokkurin, Tjóðveldi og Framsókn atkvøddu ímóti.
Framsókn stillar ikki upp til fólkatingsval, Tjóðveldi hevur ikki søkt um hesar pengarnar úr Danmark seinastu tíggju árini. Fólkaflokkurin er eisini ímóti.
Tinglimir hjá Javnaðarflokkinum, Sambandsflokkinum og Miðflokkinum atkvøddu ríkslógartilmæli ígjøgnum.
Eisini varð tann broytingin gjørd, at tað sum fyrr æt í minsta lagi 1.000 atkvøður, helst skal eita 500 atkvøður. Tað vil siga, at tað loysir seg helst fíggjarliga væl at stilla upp til fólkatingsval, og man søkir um danskar pengar.
Talan er um eina upphædd fyri hvørja atkvøðu. Í 2024 eitur upphæddin 35 krónur fyri hvørja atkvøðu.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 22. oktober 2024
Letur 250.000 krónur til Reyða Kross Føroya, sum tilsamans stuðlar libanesiska Reyða Krossi við hálvari millión
Løgmálaráðið letur 250.000 krónur til Reyða Kross Føroya, sum tilsamans stuðlar neyðhjálpararbeiðnum hjá libanesiska Reyða Krossi við hálvari millión krónum.
Stuðulin fer til neyðsynjarvørur sum skjól, drekkivatn og reinførislutir og til lívbjargandi heilsutænastur, ambulansutænastur og sálarligan stuðul.
Versnandi ófriður millum Ísrael og Libanon hevur ført við sær stóra fólkaflyting í Libanon. Talan er bæði um libanesisk sivilfólk, sum rýma frá heimstaðnum, og um palestinsk flóttafólk, sum rýma frá flóttafólkalegum í syðra Libanon.
100 heilsumiðstøðir, seks sjúkrahús og 28 vatnverk í økinum eru stongd, sum hevur lagt undirstøðukervið, heilsuverkið og ambulansutænasturnar undir størri trýst. Ófriðurin hevur eisini ført við sær, at umframt neyðhjálp og heilsuhjálp, er eisini stórur tørvur á sálarligari og sosialari hjálp av ymsum slag.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 22. oktober 2024
Í september vóru 29.584 starvsfólk í Føroyum, og starvsfólkini høvdu í miðal 1,2 størv, skrivar Hagstovan
Tríggir av fýra monnum arbeiða hjá arbeiðsgevarum undir privatum ræði, meðan tvær av trimum kvinnum arbeiða hjá arbeiðsgevarum undir almennum ræði, vísa tøl hjá Hagstovuni.
Í september vóru um 29.600 starvsfólk í Føroyum - knapt 15.100 menn og 14.500 kvinnur.
Um 16.800 starvsfólk - ella 56,6 prosent- arbeiða hjá arbeiðsgevarum undir privatum ræði. Hini 43,4 prosentini - sløk 12.800 starvsfólk - arbeiða hjá arbeiðsgevarum undir almennum ræði.
Samanborið við september í fjør er talið av hjástørvum vaksið við 3,5 prosentum, meðan talið av arbeiðsgevarum er støðugt.
Miðaltalið av størvum fyri hvørt starvsfólk liggur javnt á 1,2 størvum, og so var eisini í september, skrivar Hagstovan.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 19. oktober 2024
Tróndur Sigurðsson vil ikki tosa ov nógv um Javnaðarflokkin í Tórshavnar býráði ella Heðin Mortensen. - Eg vil ikki gera hetta til eitt persónstríð - tað haldi eg ikki vera virðiligt
Seint mánakvøldið gjørdist tað endaliga greitt, at Tróndur Sigurðsson, Kári Johansen, Bjørg Dam og Súna Mørk øll stilla upp á øðrum lista enn á Javnaðarlistanum til kommunuvalið 12. november. Hetta saman við 13 øðrum.
Tað hevur verið stríð í seinastuni, og Tróndur Sigurðssoin váttaði í samrøðu við Kringvarpið, at samstarvið "ikki hevur verið sum tað plagdi".
Sum skilst hevur ónøgdin hjá Javnaðarumboðum serliga snúð seg um, at Heðin Mortensen kortini stillar upp aftur, umframt at dóttir hansara, Elin Heðinsdóttir Joensen, eisini er á listanum.
Tróndur Sigurðsson vildi í samrøðuni í útvarpinum ikki koma nakað inn á hetta ella á "eitt persónstríð", sum hann tó skilir, at miðlarnir hava sjóneykuna á. Hann hugsar um nýggja flokkin
Nógv væntaðu, at júst Tróndur fór at taka borgarstjórasessin, tá Heðin Mortensen gavst.
Nú eru fýra av seks Javnaðartinglimum í Tórshavnar Býráði og yvir 1.600 atkvøður av Javnaðarlistanum burtur. Tróndur staðfestir tó, at hann framvegis er Javnaðarmaðurin - og at flokkurin er politiskt óheftur.
- Vit eru politiskt óheft. Her er onki vinstra, høgra, loysing ella samband. Vit hugsa bara um teg og tíni og vilja saman við tær skapa eina fjálga, fevnandi og rúmliga kommunu fyri okkum øll við skilagóðari fíggjarstýring.
Soleiðis stendur millum annað í skrivinum hjá Kommunulistanum.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 22. oktober 2024
Nú er greitt hvørji tey eru, sum stilla upp á nýggja listanum í Havn. - Vit umboða eina nýggja tíð, har broyting er neyðug, verður sagt
- Vit eru politiskt óheft. Her er onki vinstra, høgra, loysing ella samband. Vit hugsa bara um teg og tíni og vilja saman við tær skapa eina fjálga, fevnandi og rúmliga kommunu fyri okkum øll við skilagóðari fíggjarstýring.
Soleiðis ljóðar boðskapurin frá teimum 17 valevnunum, sum mánakvøldið vórðu kunngjørd á sonevnda Kommunulistanum til býráðsvalið 12. november.
Fleiri javnaðarfólk eru á listanum, sum týðiliga er ein uppgerð við borgarstjóran, Heðin Mortensen og Javnaðarflokkin í Tórshavnar býráði.
Umframt Trónd Sigurðsson, eru eisini Kári Johansen, Bjørg Dam og Súna Mørk á listanum. Hetta eru alt fólk, sum longu sita í býráðnum fyri Javnaðarflokkin.
- Vit vilja verða tín nýggja rødd og seta teg í miðdepilin. Vit umboða eina nýggja tíð, har broyting er neyðug. Málið er, at øll skulu kenna seg heima í Tórshavnar kommunu, heilt frá føðing og til ellisár, skrivar listin.
Hesi stilla upp á Kommunulistanum:
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 22. oktober 2024
Nú er greitt, hvør stillar upp til býráðið og staðbundnu nevndirnar í Klaksvíkar kommunu
Sjey av ellivu býráðslimum í Klaksvíkar kommunu stilla uppaftur á kommunuvalinum í november.
Sambært heimasíðuni hjá Klaksvíkar kommunu, stilla 41 valevni upp á seks listum, og 31 stilla upp til staðbundnu nevndirnar.
Tey, sum stilla upp í Klaksvíkar kommunu, eru:
Listi B – Sambandsflokkurin
Listi C - Javnaðarflokkurin
Listi D – Sjálvstýri
Listi E – Tjóveldi
Listi H – Miðflokkurin
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 24. oktober 2024
Hetta eru ellivu færri enn í 2020. Meginpartin av býráðslimunum - átta av ellivu - stilla uppaftur. Tríggir listi eru, har ein heilt stórur er
Tríggir listar eru í einari av størstu kommunum í landinum. Hetta er greitt, eftir at Runavíkar kommuna hevur kunngjørt sínar vallistar:
Listi A
Listi B
Listi C
Átta av núverandi ellivu kommunustýrislimum stilla uppaftur. Harav eru sjey av teimum átta, sum fingu flest atkvøður - bert Sonni Lamhauge Petersen stillar ikki uppaftur.
15 fólk stilla upp á stóra listanum, har ímillum borgarstjórin, Tórbjørn Jacobsen, Kaja Joensen, Tóri Højgaard og Terje Beinar Vestergaard. Hetta er Listi A.
Listi B er í stóran mun fólk, sum búgva á Skála. Har stillar Pauli Poulsen, sum fekk 129 atkvøður seinast (triðflest), upp. Har eru fimm fólk.
Átta fólk stilla upp á Lista C, har tey flestu ikki hava nógvar royndir í politikki. Petur Hansen, ið er í stýrinum nú, er tó á hesum listanum.
15 bygdir/býir eru í Runavíkar kommunu.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 23. oktober 2024
Tríggir listar eru at velja millum á valinum í Sunda kommunu. Harav ein einmanslisti og ein kvinnulisti
20 fólk bjóða seg fram til at manna býráðið í Føroya sættstørstu kommunu, Sunda kommunu.
Tey 20 eru uppstillað á trimum listum, harav bert eitt valevni er á tí eina listanum, og annar listi er reinur kvinnulisti. Og á tí triðja listanum eru allir teir sjey býráðslimirnir, sum stilla uppaftur til valið hesaferð, hóast teir vórðu valdir á tveimum ymiskum listum seinast.
Fólk úr Streymnesi eru best umboðað á listunum. Ikki færri enn seks valevni hava heimstað í Streymnesi, fýra búgva Hvalvík og Norðskála, tvey á Oyri, Oyrarbakka og Hósvík og ein í Haldórsvík.
Sostatt hava borgarar í Tjørnuvík, Saksun, Langasandi og við Gjógv ikki møguleika fyri at seta kross við valevni, sum býr í somu bygd sum tey.
Av teimum 11 býráðslimunum hava sjey gjørt av at stilla uppaftur, herímillum Jógvan Kruse, borgarstjóri og Eyðstein Zachariasen, varaborgarstjóri. Hinir fimm eru Trygvi Kallsoy, Rógvi Nybo, Vinjard Dam, Marni Ey. Joensen og Haraldur S. Hammer.
Bert ein kvinna situr í løtuni í býráðnum í Sunda kommuna, men Esther Dahl, sum fekk 68 persónligar atkvøður seinast, stillar ikki uppaftur. Men líkindi eru góð fyri kvinnuligari umboðan eftir valið, tí átta kvinnur úr Streymnesi, Norðskála og Oyri hava tikið seg saman á einum serstøkum kvinnulista.
Harafturat eru tvær kvinnur á lista C, sum er listin hjá teimum núverandi býráðslimunum.
Tey uppstillaðu eru:
LISTI A:
LISTI B:
LISTI C:
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 23. oktober 2024
Tað gera Súsanna Bertholdsen, Jónleyg Bech og Kristina Roest ikki. Tað eru sjey færri valevni til Tvøroyrar kommunu, í mun til í 2020
Seinasta freist at lata valevnislistar inn til kommunuvalið 12. november var í dag, júst tríggjar vikur áðrenn valið.
Tvøroyar kommuna hevur kunngjørt teir tríggjar listarnar, har samanlagt 21 valevni eru.
Í 2020 vóru 28 valevni til kommunuvalið á Tvøroyri, men eisini tríggir listar: Javnaðarflokkurin (Listi C), Felagslistin, við Kristini Michelsen á odda, og ein triði sum hesaferð eitur Listi F - seinast var tað listi V.
- Valnevndin í Tvøroyrar kommunu hevur móttikið fylgjandi valevnislistar stundisliga,sambært Løgtingslóg nr. 44 frá 19. juni 1972 um val til allar føroyskar kommunur, sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 137 frá 22. september 2020.
Listi C – Javnaðarflokkurin:
Listi F:
Listi T – Felagslistin:
Felagslistin fekk fýra umboð seinast, meðan Javnaðarflokkurin fekk tríggjar.
Tvey av teimum, sum nú sita í býráðnum fyri Javnaðarflokkin, stilla ikki upp aftur og harvið "mangla" 153 atkvøður hjá Lista C. Talan er um kvinnurnar: Kristinu Roest og Súsonnu Bertholdsen. Síðstnevnda situr á løgtingi fyri Javnaðarflokkin.
Súsanna Bertholdsen fekk 58 atkvøður til síðsta býráðsval. Hon fekk 275 atkvøður til løgtingsvalið í 2022 og stillar ikki uppaftur í býráðspolitikki (Savnsmynd: Sverri Egholm)
Tað ger Bjarni Hammer eisini, men maðurin sum fekk næstflest atkvøður til seinasta býráðsval (121), stillar uppaftur.
Hann er størsti kappingarneytin hjá Kristini Michelsen, sum hevur sitið sum borgarstjóri í størstu kommununi í Suðuroynni so at siga alla øldina.
Varaborgarstjórin Anita Vibergsdóttir og Alvi Mortensen, sum fingu næstflest og triðflest atkvøður á Felagslistanum seinast, stilla uppaftur. Tað ger fjórðvalda Jónleyg Jespersen Bech ikki.
Kristin Michelsen hevur verið eitt sindur í brennideplinum í ár, men er favorittur at fáa flest atkvøður aftur og til at falda fram í sessinum (Mynd: Sverri Egholm)
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 22. oktober 2024
Í løtuni eru bert menn í kommunustýrinum. Nú bjóða níggju kvinnur seg fram. - Tað hevur stóran týdning fyri komandi ættarlið, at kvinnuligar fyrimyndir bæði hoyrast og síggjast í almenna rúminum
Týskvøldið var seinasta freist at lata vallistar inn til kommunuvalið 12. november.
Tað stendur nú millum annað greitt, at ein søguligur listi verður í Sjóvar kommunu, sum fevnir um Strendur, Innan Glyvur, Kolbeinagjógv, Morskranes og Selatrað.
Endamálið við Kvinnulistanum er at geva veljaranum møguleika at vera tryggur í, at stemman fer til at betra um javnstøðuna í kommunustýrinum í Sjóvar kommunu, skriva stigtakarar.
- Tørvur er á fjølbroyttum sjónarmiðum í politikki, og eru øll valevnini á listanum samd um, at tað hevur stóran týdning fyri komandi ættarlið, at kvinnuligar fyrimyndir bæði hoyrast og síggjast í almenna rúminum, eisini í Sjóvar kommunu, siga stigtakarirnir til listan.
Listin er latin inn, og kvinnurnar sum bjóða seg fram eru hesar:
Tað eru tveir listar á Strondum. Hin eitur listi B, har tíggju mans eru á - millum annað borgarstjórin, Artur Johansen.
Tríggir aðrir frá verandi bygdarráðið sitta eisini eisini uppaftur. Teir eru: Jóannes Eginsson Markná, Súni Forná Olsen og Hans Anders Jacobsen.
Listi B í Sjóvar kommunu:
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 23. oktober 2024
Eins og seinast stilla tríggir listar upp til kommunuvalið í Fuglafjarðar kommunu listarnir Á, B og F
Sjey av teimum níggju sitandi býráðslimunum í Fuglafjarðar kommunu stilla uppaftur til kommunuvalið í næsta mánaði.
Tað eru bert David Andreassen og Magni Jøkladal, sum ikki eru at síggja á teimum trimum listunum. David Andreassen hevur hetta valskeiðið verið formaður í orku- og umhvørvisnevndini, meðan Magni Jøkladal hevur sitið sum formaður í vinnu- og havnanevndini, sum er ein av týðandi nevndunum í júst Fuglafjarðar kommunu.
Býráðslimirnir, sum stilla uppaftur eru Gudny Vang, Ólavur Larsen, Sonni í Horni, Eyðun á Lakjuni, Edva Jacobsen, Eivind S. Breiðaskarð og Dávur Juul, borgarstjóri.
Stillað verður upp á á trimum listum - teir somu sum seinast:
Listi Á
Listi B
Listi F
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 24. oktober 2024
Tveir listar komu inn til kommunuvalið í Sørvágs kommunu
Tveir listar komu inn til kommunuvalið í Sørvágs kommunu, og tilsamans 17 valevni bjóða seg fram.
Fýra av sjey limum í bygaráðnum stilla uppaftur, harímillum Eyð Ellinggaard, borgarstjóri.
Tey, sum stilla upp til kommunuvalið í Sørvágs kommunu eru:
Borgaralistin A
Borgaralistin B
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 24. oktober 2024
Hetta valskeiðið hevur verið kvinnuligur meiriluti í bygdarráðnum í Vestmanna. Men so verður ikki í komandi valskeiði. Bert tvær kvinnur bjóða seg fram hesaferð
Aftur í ár er bert ein listi komin inn til bygdarráðsvalið í Vestmanna kommunu. Men tað eru kortini fleiri valevni at velja ímillum.
Fyri fýra árum síðani var óvanliga lítil áhugi fyri at fáa sæti í bygdaráðnum í Vestmanna, tí einans níggju fólk stillaðu upptil til at manna teir sjey sessirnar í bygdaráðnum.
Og tá borgarstjórin so tíðliga í valskeiðinum valdi at leggja frá sær, so fekk 8. valda valevni eisini fast pláss í bygdaráðnum, og harvið er bara eitt valevni eftir at taka til, um tørvur er á at fáa eykafólk inn í bygdarráðið.
Í ár er áhugin nakað frægari, um enn ikki nógv størri, tí nú eru tað 11 valevni, ið bjóða seg fram.
Bjørg á Rógvi, sum fekk næstflestar atkvøður seinast, og sum tók við sum borgarstjóri tá Pauli Trond Petersen, legði frá sær, er ikki millum valevnini, so vestmenningar fáa ein nýggjan borgarstjóra.
Men ein fyrrverandi borgarstjóri er tó millum valevnini, nevniliga Karl A. Olsen, sum var borgarstjóri í Vestmanna undan Paula Trond Petersen.
Bert tvey av teimum, sum nú manna bygdarráðið stilla uppaftur, nevniliga Anja Haldansen og Sára Jógvansdóttir, sum eisini eru tær einastu kvinnurnar á listanum. Fyri fýra árum síðani var meira enn helmingurin av teimum uppstillaðu, fimm av níggju, kvinnur, og við fýra kvinnum valdum kvinnum, hevur verið kvinnuligur meiriluti í bygdarráðnum hetta valskeiðið.
Men so verður ikki í komandi valskeiði, kann longu nú staðfestast.
Tey uppstillaður eru:
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 23. oktober 2024
Jógvan í Skorini stillaði ikki upp í 2020, men hann er á øðrum listanum til valið í november. Tíggju fólk eru á hvørjum lista, og núverandi borgarstjórin er á Lista B
Til bygdaráðsvalið í Eiðis kommunu týsdagin 12 november hevur valnevndin góðkent tveir listar av valevnum.
Tíggju fólk eru á hvørjum lista:
Listi A
Listi B
Fimm av sjey núverandi bygdaraðslimum stilla uppaftur. Tvey gera ikki.
Talan er um Fríðu Jóinsdóttir Joensen og Rógva Egilstoft. Síðstnevndi fekk nógv flest atkvøður í 2020, sat sum borgarstjóri fyrsta part av setuni, men eftir at Rógvi fór í barnsburðarfarloyvi 1. februar, kom hann ikki aftur í sessin. Hann helt fram í bygdaráðnum, men stillar ikki uppaftur.
Annsy Høghamar tók við sessinum, og borgarstjórin stillar aftur upp. Tað ger varaborgarstjórin, Tonny Kruse, eisini - hann fekk næstflest atkvøður seinast.
Tá stillaði Jógvan í Skorini ikki upp. Hann gjørdist í 2012 yngsti borgarstjóri í Føroyum nakrarntíð, bert 26-ára gamal, og var greiður toppskjútti á valinum í 2016 við tvífalt so nógvum atkvøðum sum nummar tvey.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 23. oktober 2024
Tað er bert borgarstjóran seinasstu 32 árini, sum ikki stillar uppaftur
Tað hevur leingi verið greitt, at Gerhard Lognberg, borgarstjóri í Skopunar kommunu, ikki fór at stilla uppaftur á valinum í ár eftir at hava sitið sum borgarstjóri síðan 1992 – í 32 ár.
Nú listarnir til bygdarráðsvalið í Skopum eru almennir sæst, at øll hini fýra í bygdarráðnum stilla uppaftur. Tey eru Marjun S. Debes, Hallmar Winther, Friðfinn Nicolajsen og Winnie Kjærbo stilla uppaftur.
Enn einaferð eru tveir listar at velja ímillum hjá borgarunum í Skopun. Tey uppstillaðu eru hesi:
Listi A
Listi B
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 24. oktober 2024
Borgarstjórin í Skálavík seinastu 36 árini bjóðar seg fram at taka eitt tørn afturat
Maðurin, sum hevur sitið longst í borgarstjórasessinum – heili 36 ár – stillar uppaftur til kommunuvalið 12. november.
Talan er Linjohn Christiansen, borgarstjóra í Skálavíkar kommunu.
12 fólk á tveimum listum bjóða seg fram til kommunuvalið í Skálavík. Av teimum fimm, sum í løtuni siga í bygdarráðnum í løtuni, stilla fýra uppaftur.
Listarnir eru hesir:
Listi A
Listi B
Tey trý, sum stilla uppatur eru Linjohn Christiansen, Anita Joensen og Sunniva E. M. í Stovuni av lista A og Torkil Dalsgaard av lista B.
Høgni Samuelsen stillar ikki uppaftur.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 23. oktober 2024
Edvard Remberg situr sum stjóri, til ein nýggjur verður settur
Fyrr í mánaðinum fór Hans Jákup Langgaard úr starvi sum stjóri hjá Posta eftir bert tíggju mánaðir í tí.
Hann segði upp, og fekk eina nógv umrrødda fráfaringaravtalu við løn í hálvt ár og 200.000 krónur í bonus.
Posta sóknast nú eftir nýggjum stjóra. Nú er so ein fyribils stjóri settur.
Talan er um havnarmannin Edvard Remberg. Hann hevur verið á Posta sum KT-leiðari síðani 2014.
Edvard er nú stjóri - til ein nýggjur er funnin.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 23. oktober 2024
Á vitjan hjá Dennisi Holm, landsstýrismanni, varð avtalað at fara undir at gera eina formliga samstarvsavtalu millum Havstovuna og Hafro, og tær fyrireikingarnar eru nú farnar í gongd
Í farnu viku vitjaði Dennis Holm, landsstýrismaður við fiskivinnu- og samferðslumálum, saman við Maritu Rasmussen, stjóra á Havstovuni, á íslendska Hafrannsóknastofnun, vanliga nevndur Hafro.
Endamálið við vitjanini var m.a. at kunna seg um virksemið á Hafro og eisini at umrøða, hvussu samstarvið millum Havstovuna og Hafro kann styrkjast.
Á fundinum vórðu fleiri ítøkilig samstarvsøkir umrødd, bæði viðvíkjandi stovnsmetingum av felags og ferðandi stovnum, havgransking og gransking av, hvørja ávirkan aling hevur á t.d. firðir og sund og á villan fisk.
– Sum grannatjóðir í Norðuratlantshavi, við nógvum felags økjum og áhugamálum, er tað natúrligt, at samstarvið millum Havstovuna og Hafro verður víðkað, og eg fegnist um, at gongd nú er sett á at styrkja og ikki minst at skipa samstarvið millum Havstovuna og Hafro, sigur Dennis Holm, landsstýrismaður.
Á vitjanini í Íslandi varð avtalað at fara undir at gera eina formliga samstarvsavtalu millum Havstovuna og Hafro, og tær fyrireikingarnar eru nú farnar í gongd.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 25. oktober 2024
Byrjað verður aftur í Bartalsstova um miðjan november. Familjan Weihe Nielsen heldur, at tað kann ikki bera til, at eingin matvøruhandil er í eini so stórari bygd sum Sandavágur
Í løtuni er eingin matvøruhandil í Sandavági, hóast tað búgva yvir túsund fólk í bygdini.
Hetta vil Familjan Weihe Nielsen gera nakað við.
Heimasíðan jn.fo skrivar, at um miðjan november letur Bartalsstova í Sandavági uppaftur.
Tað verður sum partur av Samkeyp-ketuni, at handil letur uppaftur í Sandavági.
Jens Erik Weihe Nielsen fer at hava raksturin av handlinum um hendi. Hann er útbúgvin goymslu- og logistikksamskipari.
Heimasíðan jn.fo skrivar soleiðis:
Jens Erik Weihe Nielsen, sonur Jónu Weihe Thomassen og Zacharias Nielsen, hevur, eftir at hava hugsað gjølla um tað, avrátt at lata handilin uppaftur sum matvøruhandil í Samkeyp-ketuni.
Familjan Weihe Nielsen heldur, at tað kann ikki bera til, at eingin matvøruhandil er í eini so stórari bygd sum Sandavági, har fólkatalið er fitt omanfyri túsund.
Jens Erik, ið fer at hava raksturin av handlinum um hendi, er útbúgvin goymslu- og logistikksamskipari.
Hann flutti til Danmarkar í august 2016 at lesa til datamatikara, men endaði við at læra til goymslu-og logistikkoperatør.
Jens Erik hevur arbeitt á goymslu í seks ár. Eitt arbeiði, ið hevur borið í sær, at hann eisini hevur kunnað brúkt sín førleika til vøruinnkeyp yvirhøvur.
Jens Erik búði fyrst í Aarhus frá august 2016 til desembur 2021. Síðan í Holbæk frá desembur 2021 til nú leiðin aftur gongur til Føroya.
Øll familjan verður við til at lata Bartalsstovu undir Samkeyp upp. Tey ætla at veita tænastur, ið kunnu verða til gagns fyri alla oynna og Sandavág.
Við hesi ætlan vóna tey, at øll bygdin fer at stuðla handlinum.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 21. oktober 2024
Ph.d.-ritgerðin savnar seg um eina røð av ymiskum fyribrigdum, ið kunnu betra neyvleikan á geoidum
Hergeir Teitsson vardi fríggjadagin 18. oktober ph.d.-ritgerð sína á DTU Space.
Ritgerðin ber heitið: “Geoid Determination for Precise Satellite Height Measurements”.
Hergeir sigur soleiðis um sítt granskingarøki:
- Hæddarskipanir á landi eru knýttar at tyngdarfeltinum á jørðini og staðbundnu frábrigdum tess og vísa vanliga til staðbundna miðal sjóvarmálan, sum eisini nevnist geoidan. Men GPS/GNSS tøkni mátar hæddir í mun til tað sonevndu referensuellipsoiduna, ein støddfrøðiligan jarðarmyndil, ið globalt víkur frá miðal sjóvarmálanum við ±100 metrum (t.d. millum 55,5 og 57,0 metrum í Føroyum).
- Fyri at smidliga og neyvt kunna nýta GPS/GNSS tøkni í mun til staðbundnar hæddarskipanir er tískil alneyðugt við neyvari tyngdarfeltsmodellering. Hæddarskipanir hjá londum vísa aloftast til ymiskar staðbundnar sjóvarmálar/geoidur og gevur hetta ósamsvar millum hæddarmátingar millum grannalond. Altjóða hæddarreferansuskipanin IHRS (International Height Reference System) varð ásett í 2015 fyri at loysa hesar trupulleikar og at ávísa ein standardiseraðan leist.
Ph.d.-ritgerðin savnar seg um eina røð av ymiskum fyribrigdum, ið kunnu betra neyvleikan á geoidum: geoidu modellering, innsavning av tyngdardátum, røkt av tyngdarkervum og sameining av lokalum hæddarskipanum í eina altjóða hæddarskipan.
Høvuðsdentur er á økið, sum fevnir um norðurlond og baltalond, Danmark, Føroyar og Grønland. Høvuðsúrslitini fevna um dagføringar av staðbundnum geoidumyndlum, eyðmerking av sannlíkum hallum í nivellerings-netunum í Danmark og Lettlandi, tyngdarkraftsmátingar í flogfari í Namibia og Malaysia, og sambinding millum ávíkavist donsku, føroysku og grønlendsku hæddarskipanirnar og IHRS."
René Forsberg, professari á DTU Space, hevur verið høvuðsvegleiðari, meðan Tim E. Jensen og Gabriel Strykowski, báðir á DTU Space, hava verið hjávegleiðarar.
Kelda: Granskingarráðið
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 23. oktober 2024
Tórshavnar kommunu hevur sett 63-ára gamla havnarmannin, sum hevur fjølbroyttar royndir frá millum annað Landssjúkrahúsinum
- Hann hevur drúgvar og viðkomandi leiðsluroyndir, m.a. sum deildarleiðari fyri Sjúkraflutningstænastuna og Leiðbeining á Landssjúkrahúsinum frá 2003 til 2021 og sum varaleiðari á Sjúkraflutningstænastuni á Landssjúkrahúsinum frá 1993 til 2003.
Soleiðis skrivar Tórshavnar kommuna millum annað um nýggja leiðaran á stovninum Krikjugarðar.
Talan er um Jákup N. Nolsøe.
Samanlagt hevur Jákup fleiri enn 25 ára royndir innan leiðslu, fíggjarviðurskifti, rakstur og tilbúgving.
Jákup Nolsøe er havnarmaður. Hann er 63 ára gamal og útbúgvin ambulansuviðgeri, maskinist, elektrikari og er eisini útbúgvin innan kreppuleiðslu.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 25. oktober 2024
Um arbeiðið at útbyggja læknamiðstøðina gongur væl, verður klárt at taka nýggja bygningin í nýtslu um hálvan desember
Á býráðsfundi 29. februar samtykti býráðið í Eysturkommunu at taka av tilboði frá Articon um at víðka um læknamiðstøðina í Gøtudali. 19. juni í ár bleiv spakin settur í til útbyggingina, og arbeiðið er komið somikið áleiðis, at reisigildið varð hildið fríggjadagin, 11. oktober.
Talan var um eina óformliga løtu saman við arbeiðsfólki, starvsfólki frá kommunu, borgarstjóra og tey ið hava áhuga fyri verkætlanini, skrivar Eysturkommuna.
(Mynd: Eysturkommuna)
Arbeiðið hevur gingið øgiliga væl higartil, og tað verður gott at fáa fleiri kommunulæknaviðtalur her, sigur Unn Sørinardóttir Perdomo, tekniskur leiðari í Eysturkommunu.
Hon leggur afturat, at hóast endalig niðurstøða ikki er gjørd, er møguligt at hýsa øðrum starvsfólki innan heilsu- og sjúkrarøkt í nýbygninginum.
Kommunan væntar, at um arbeiðið framvegis gongur væl, verður útbygningurin klárur at taka í nýtslu áleið hálvan desember í ár.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 19. oktober 2024
Martin Kristoffur Kristiansen hevur tikið samanum Heystfagnaðin, sum var á Eiði í síðstu viku
Eiðis kommuna/Martin Kristoffur Kristiansen: Í heystfrítíðini vóru nógv tiltøk á skránni kring landið, nú nógv fólk høvdu tíð til sin sjálvs og síni kæru. Eitt av heilt stóru tiltøkunum er Føroya bygdasligasta tiltak, Heystfagnaðurin. Í ár var fagnaðurin á skránni frá 15. til 20. oktober, og fevndi um alskyns tiltøk, ið hava við heystið at gera. Byrja varð við frálæru í dansi, soleiðis at luttakarar vóru klárir til at dansa alla leygarnáttina. Bæði frálæran og sjálvur dansurin vóru í Hólmahúsinum.
Samstundis var eisini møguleiki, at nema sær kunning um niðurseting av tulipanum og leyki. Hølini vóru uppdeild, soleiðis at tey ikki órógvaðu hvørt annað, og tey urtagarðsáhugaðu ikki endaðu við at dansa rock and roll dans av óvart.
Eitt av stóru og afturvendandi tiltøkunum er heyst-quizzurin. Her vísa fólk hvat tey duga innan almenna vitan, og aftur í ár var Hólmahúsið fult av luttakarum. Lagið var gott millum liðini, og tað bleiv ikki minni gott, tá vinnararnir fyri hvørja rundu fingu tvær kannur av drykkivørum til borðið. Eftir heyst-quizzin var meksikonsk uppboðssøla á skránni. Upphæddin frá hesari sølu fór óskerd til Eiðis róðrarfelag.
Leygardagurin er stóri dagurin á Heystfagnaðinum. Á middegi var Heystfagnaðurin settur av Annsy Høghamar, borgarstjóra, sum í røðu síni m.a. vísti til yrkingina “Oktober”, sum lýsir mánaðin á tungan hátt.
Annsy Høghamar setur Heystfagnaðin.
Yrkingin hjá Janusi Djurhuus byrjar soleiðis:
“Einsligt og kalt og nátt og gráur oktober
fjart hoyrist flog av flytifugli ið boð ber
at um kærleik og sang og sól tá ið valdar oktober
eingin vón einki hop er”
Borgarstjórin helt fyri, at um Janus Djurhuus var eiðismaður, so hevði yrkingin helst verið væl jaligari, og hevði hann heldur fagnast um tað, ið náttúran bjóðar hesa ársins tíð.
Allan dagin langan var sum á ólavsøku á økinum, og lyndi var lætt, hóast skiftandi veðrið hevði hug at arga. Skráin var fjølbroyt og matur var til tey svangu.
Á pallinum var lagt nógv fyri til kappingarnar í at vinda hespu, halda eplasekki og at fletta. Róp kom í fjøldina, so hvørt sum spenningurin vaks. Eisini var práta dúgliga. Flest fólk vóru føroyingar, men eisini hoyrdist bæði enskt og danskt mál.
Nakað burtur frá pallinum var heldur friðarligari. Her var møguleiki, at keypa sær ymiskt á matmarknaðinum, royna og døma pylsurnar í rullu og kjøtpylsukappingunum og keypa heimavirkaðar vørur. Ein av forkunnugu vørunum á matmarknaðinum vóru kipsini frá Føroya Kips.
Tríggjar konsertir vóru á skránni á økinum. Fyrsta konsertin var til børnini. Tað vóru Trølla Pætur og Omman, sum fingu lív í ungu luttakararnar, og helst eisini barnsligu sálirnar. Eisini vóru konsertir við Hans Olivur Joensen og Frændur.
Til tey, ið høvdu tørv á einum steðgi, vóru tað fleiri eiðisfólk, sum høvdu opið hús. Kring bygdina savnaðust fólk fyri at hittast og fáa hita í kroppin.
Stóra endabrakið er dansurin í Hólmahúsinum, sum byrjaði á midnátt. Í ár var tað bólkurin Chill, ið spældi til dansin.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 22. oktober 2024
Frelsunarherurin byrjaði sítt virksemi í Føroyum tann 23. oktobur 1924. Hesum heiðrar Posta við frímerkjaútgávu - Edward Fuglø hevur sniðgivið
23. oktober vóru 100 ár liðin, síðan Frelsunarherurin í Føroyum varð settur á stovn. Frelsunarherurin byrjaði sítt virksemi í Føroyum tann 23. oktobur 1924.
Nú 100 ár seinni ljómar enn teirra songur og horntónleikur. Hetta verður hátíðarhildið við eini frímerkjaútgávu.
Edward Fuglø hevur sniðgivið frímerkið. Um íblásturin sigur hann, at tey flestu kenna "sjónliga" partin í almenna rúminum hjá Frelsunarherinum, m.a. skrúðgonguna á ólavsøku, og tað at tey hjálpa teimum, sum ongin annar vil kennast við.
Tí situr ein heimleysur einsamallur mitt á arkinum umfevndur av Frelsunarherinum á báðum síðum. Teppið um herðarnar á tí heimleysa hevur litin á flagginum hjá Frelsunarherinum.
Umframt frímerkjaútgávuna í dag, vóru tvær nýggjar frímerkjaútgávur í síðstu viku.
HAFNIA 24
Í ár eru 400 ár liðin síðan, at Christian IV kongur innførdi skipaðan postflutning í danska ríkinum – og harvið legði grundarsteinin til danska postverkið. Tað hátíðarhalda vit við eini HAFNIA útgávu – tað er hóast alt, eisini ein partur av søguni hjá Posta. Sniðgivið og myndrist hevur viðurkendi norsk-svenski listamaðurin, Martin Mörck.
Í sambandi við 400-ára hátíðarhaldið var stóar frímerkjaframsýningin HAFNIA 24 í Keypmannahavn í vikuskiftinum, har Posta hevði ein av sølubásunum. Framsýningin eydnaðist framúr væl og nógv fólk vitjaði básin hjá Posta.
Julius í Likkudali
Jólafrímerkini mynda lívliga, klossuta og herliga jólamannin Julius í Likkudali, sum flestu børn kenna m.a. frá barnasendingum í sjónvarpinum og sjónleiki. Tá ið stóra jólatræið á Vaglinum í Havn verður tendrað, er tað Julius, sum kemur við brandbilinum og verður lyftur heilt upp til stjørnuna ovast á trænum. At børnini kenna jólamannin er eyðsæð, tá hann kemur við brandbilinum, og øll glað og spent rópa “Hey Julius”.
Eitt hefti við seks sjálvklistrandi frímerkjum fæst eisini. Allan Davidsen hevur sniðgivið frímerkini.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 23. oktober 2024
Presturin umrøður í bókini eitt nú tíðina tá hann varð ákærdur fyri at hava sent dóttir síni eini óhóskandi sms-boð. Hóast hann varð fríkendur, hevur rmálið sett djúp spor í lív hansara
Hans Eiler Hammer varð í 2010 ákærdur fyri at hava sent elstu dóttur síni eini óhóskandi sms-boð. Hann var prestur í Norðurnoregi. Sakarmálið hevur sett djúp spor í lív hansara.
Sjálvt um hann bleiv fríkendur á øllum økjum, so hevur hann mangan upplivað, hvussu tað er at verða dømdur í fólkadómstólinum.
Kensluborið og botnerliga umrøður hann lív sítt, sum til tíðir er baldrut. Hann lýsir barnaheimið saman við sínum kæru foreldrum, sum í mong ár vóru virkin í Heimamissiónini. Hann umrøður kynsliga misnýtslu, dóttrina, ið bleiv álvarsama sjúk, sína egnu uppgerð við Heimamissiónina, gleði, kærleika, strongd og ikki minst trúgv sína og kallið sum prestur.
Bókin er hansara egna verk, har Randi Mohr, tíðindafólk, hevur verið við á síðulinjuni og sett spurningar. Randi hevur útgreinað brot í lívi hansara. Ein uppgáva, ið hon við eldhuga og takksemi hevur átikið sær.
Sonur Hans Eiler – Hans Martin Hammer – sum er útbúgvin innan sang, fer at syngja nakrar føroyskar vísur í sambandi við bókaframløgurnar.
Randi Mohr
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 23. oktober 2024
Ein av longstu bókarøðunum á føroyskum heldur fram eftir eitt-árs steðg. Hesaferð eru 13 skakandi hendingar í
Í 2006 góvu John Myllhamar og Felagið Føroya Met á fyrsta sinni bólkina "Skakandi Tilburðir" út.
Nógvar søgur um heldur spentar støður hjá føroyingum eru síðani komnar út í bókum við tí navninum.
2023 var fyrsta árið síðani 2006, at "Skakandi Tilburðir" ikki kom út.
Nú hevur John Myllhamar latið 18. bókina í røðini út - sum vant er Skakandi Tilburðir komið út í oktober.
Í 2024-útgávuni eru 13 søgur við: Millum annað úr Miðvági, Hvannasundi og úr Trongisvági.
"Kom við á eina rundferð har sagt verður frá 13 spennandi og ótrúligum hendingum frá veruleikanum, har vit m.a. fylgja: Smádreingjum í Norðoyggjum, sum endaðu á havbotninum og mundu drukna. Leirvíksfólki ávegis í kirkju, tá bussurin kolaðist upp stutt eftir, at hann var komin úr tunli. Havnardama, sum var við flogfari yvir frumskóginum í Suðuramerika, tá motorurin steðgaði. Áhugaverd frágreiðing um bónda úr Sandavági sum var áhaldsin og datt oman"
Bókin er innbundin og hevur hópin av myndum og tekningum, sum mynda løtuna, tá tilburðurin hendi.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 21. oktober 2024
Framsýningin í Havn er opin til og við týsdagin 29. oktober
Hósdagin lat málningaframsýning upp í Gallarí Williamsstovu. Tað er Regin Jørgensen, sum sýnir fram.
Nakrir heilt stórir abstraktir málningar verða at síggja. Eisini feiri landsløg og nakrir av fólki.
- Sostatt eitt fjølbroytt úrval av ymiskum nýggjum, men eisini ávísir málningar ið hava verið sýndir fram aðrastaðni í eitt tíðrskeið.
Ein av teimum stóru sæst omanfyri. Hann er komin heim úr Danmark, tí Galleri 7 í Skagen lat aftur í Covid-19 tíðini. Málningurin er nú spentur upp av nýggjum og verður eisini sýndur fram.
Williamsstova er í kjallaranum hjá Myndlist, Niels Finsensgøta 16 kj í Tórshavn, tætt við Steinatún.
Opið verður soleiðis:
Leygardagin 26. oktober klokkan 11-15
Sunnudagin 27. oktober klokkan 14-18
Mánadagin 28. oktober klokkan 11-18
Týsdagin 29. oktober klokkan 11-15
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 21. oktober 2024
Missiónshúsið varð vígt og tikið í nýtslu í 1924. Rundi dagurin var farna sunnudag, har nógv ymiskt setti sín dám á í Thabor
Sannur hátíðardámur var í Fuglafirði sunnudagin 13. oktobur.
Hetta var tí, at missiónshúsið í býnum, Thabor, hátíðarhelt, at tað í ár eru 100 ár síðani, missiónshúsið varð vígt og tikið í nýtslu.
Thabor ein vakran heystardag har hátíðarhaldið var (Mynd: trubodin.fo)
Dagurin byrjaði við, at barnakórið í Thabor sang til familjugudstænastuna í kirkjuni. Sjálvt hátíðarhaldið í milliónshúsinum byrjaði klokkan 15, har Kristian Martin Petersen, formaður fyri missiónshúsið, bjóðaði vælkomin og bað eina bøn
- Eftir vælkomuna sang Hannis Hansen ein sang, og so fekk Frants Jensen orðið. Eftir áheitan frá stýrinum hevur Frants skrivað ein sera áhugaverdan bókling á 64 síður við nógvum myndum um søguna, frá tí at missiónsarbeiðið so smátt tók seg upp í Fuglafirði longu í 1911, og tá ið missiónshúsið varð bygt og tikið í nýtslu í 1924 og fram til í dag. Bóklingurin er borin í hvørt hús í Fuglafirði og er eisini til taks í missiónshúsinum, skrivar trubodin.fo.
Frants Jensen leggur serstaka bóklingin fram (Mynd: trubodin.fo)
Ein sangbólkur framførdi, og fleiri nýttu høvi at bera heilsu fram. Síðani slapp manskórið, undir leiðslu av Poul Jacob Lundsbjerg, fram. Seinni parturin var eitt sangmøti.
Til ber at lesa meira um sangirnar og heilsurnar á trubodin.fo
Sóknarpresturin Gerhard Mikkelsen endaði kvøldið, takkaði fyri gott samstarv við kirkjuna, bað eina bøn og lýsti signingina. Kristian Martin takkaði, og aftaná var nátturða við smyrjibreyði og øðrum góðum.
Okkurt um 140 fólk høvdu leitað sær í Thabor hendan dagin.
Kristian Martin Petersen, formaður, fegnast um eina gávu (Mynd: trubodin.fo)
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 19. oktober 2024
Sasho Bjartsson leggur seinastu hond á nýggja stóra sangleikin "Julius í Likkudali 2", sum verður sýndur í november
Í november sleppa familjur til nýskrivaðan føroyskan sangleik í Norðurlandahúsinum. Tað er Sasho Bjartsson, sum stendur fyri framleiðsluni, hevur skrivað leikritið, og leikstjórnar.
Hetta er tveyarin av Julius í Likkudali, sum fyri tveimum árum síðani varð sýndur ferð eftir ferð fyri fullum sali í Norðurlandahúsinum.
Atgongumerkini vórðu rivin burtur og tað bleiv útselt eftir bara fáum minuttum.
Sasho Bjartsson greiðir soleiðis um søgugongdina í nýggja leikinum.
- Sangleikurin snýr seg um somu familjuna, sum býr í hugnaligu jólagøtuni í Likkudali. Sonurin og pápin eru serliga spentir, tí pápin hevur fingið boð, at hann skal vera sirkusstjóri til stóra jólasirkusi í Likkudali. Men av serligari ørsøk venda hansara tankar til heldur at halda jól í Gran Canaria, tá ein skótagenta, sum selur lutaseðlar, bankar á dyrnar.
Pápin og Jónas í sangleikinum fyri tveimum árum síðan
Til alla familjuna
Nú verður arbeitt við at leggja seinastu hond á Julius í Likkudali 2, og arbeiði gongur væl.
Tað serliga í ár er, at Beinir Troest Rasmussen hevur snikkað fimm nýggjar sangir til, sum verða spældir inn í hesum døgum. Tað er Kristoffur Mørkøre sum aftur í ár saman við øðrum góðum tónleikarum framleiðir tónleikin.
Sangleikurin er til alla familjuna, og seinast vóru børn heilt niður í tvey ára aldur, og tað riggaði væl.
Fyrri partur av leikinum er ein hálvan tíma, og síðan er steðgur í tjúgu minuttir. Seinni partur er eisini hálvan tíma.
Julius í Likkudali 2 verður einans sýndur síðst í novembermánað. Sølan byrjar á klokkan 12 tann 1. november.
Frumsýningin verður 22. november.
Fólk handan familjusangleikin
Leikstjóri - Sasho Bjartsson
Tónleikaframleiðari - Kristoffer Mørkere
Sangir - Beinir Troest Rasmussen
Kórskipari - Ásbjørn Berthelsen
Koreografur - Diana Hansen & Gunnrið Mikkelsen
Pallur - Glasir
Ljóssniðgevi - Villam Soo Joensen
Framleiðslustjóri - Sasho Bjartsson
Leikarar
Bjarki Virgarsson Trondesen
Petur Meinhard Ellebye Andersen
Andreas Samuelsen
Rógvi Brekku Dam
Julius í Likkudali
Dansarar
Jóhanna Rúnadóttir Hvannastein
Lóa Ragnarsdóttir Trier
Natasja Gaardbo á Løgmannsbø
Frida Bogadóttir
Katrin Støylen Mohr
Rósa Ranadóttir Christiansen
Eva í Stórustovu
Arnbjørg Jacobsen
Silja Trúgvadóttir
Gunnhild Oliva Gunnarsdóttir Højsted
Kórfólk
Ecaterina Mindru
Elisabeth Árting Mørk
Eva Kjelnæs Patursson
Jóna Reinert Joensen
Katrin Lilja Lamain
Mikala Á Heygum Niclasen
Olivia Reinert Joensen
Vera Alstrup Vang
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 25. oktober 2024
Nýggja útgávan hjá Beinir, "Greener", kom út í gjár
25. oktober kom Beinir við nýggjari útgávu, sum hann kallar “Greener”, sum eisini er heitið á fyrsta av fýra stakløgum, sum eru komin út.
Tekstirnir á “Greener” snúgva seg m.a. um ferðina hjá Beini úr tí trygga og kenda umhvørvinum í Føroyum til Keypmannahavnar at fylgja dreyminum um at liva av tónleikinum.
Um sangin “Greener” sigur Beinir:
– Eg skrivaði “Greener” í 2020. Meðan eg sat og hugdi út á fjørðin og sá grønu fjøllini hinumegin, hugsaði eg, um grasið veruliga er grønari hinumegin, sum so mangan verður sagt. “Greener” snýr seg um at droyma, og er samstundis bæði byrjanin til nýggju plátuna og eitt nýtt tíðarskeið í mínum lívi.
Saman við Jonah Blacksmith í Store Vega
Sangurin “Coming home” lýsir longsulin til heimstaðin, og tvístøðuna at fara heiman fyri at uppliva okkurt nýtt – ein avgerð, sum kann verða torfør og røtt samstundis.
– Eg minnist væl, tá eg skuldi spæla “Coming Home” live fyrstu ferð. Tað var á konsertferð í Danmark, har eg hitaði upp fyri Jonah Blacksmith.
– Tá vit endaðu konsertferðina í Store Vega í Keypmannahavn, spurdu teir í Jonah Blacksmith, um teir kundu spæla “Coming Home” saman við mær. Tað er ein live-uppliving, sum eg ongantíð gloymi, sigur Beinir.
Samstarv við royndar framleiðarar
Í Keypmannahavn møtti Beinir framleiðarunum Anders Bønløkke og Søren Christensen, sum m.a. hava framleitt fyri kendar bólkar sum Alphabeat og Carpark North. Teir báðir hava saman við Beinir gjørt eina plátu við live-huglagi, sum ferðast millum orkumiklar, róligar og hugsunarsamar løtur.
Beinir hevur rættiliga gjørt vart við seg á P4 hjá danska kringvarpinum, har nýggju stakløgini eru nógv spæld. Boð vóru eisini eftir Beinir at syngja kenda sangin "Hva’ Gør Vi Nu, Lille Du?" hjá Kim Larsen í sendingini “Live fra Christiansborg” á DR1.
Í ár hevur Beinir m.a. spælt á Smukfest, Hotel Cecil og í Go' Morgen Danmark hjá TV2, har fólk hava tikið sera væl ímóti honum. Serstaka konsertferðin í Danmark, sum Beinir kallaði "Unknown Location Tour," har fólk vóru biðin um at senda honum uppskot um, hvar hann skuldi spæla, eydnaðist framúr væl og fekk nógva umrøðu. Og fyri stuttum var Beinir á pallinum í beinleiðis sjónvarpssendingini Vild Med Dans hjá TV2, har hann sang seinasta staklagið “Call Me A Dreamer”.
Stór konsertferð og vitjan í Tutl
Beinir fyrireikar í hesum døgum eina stóra konsertferð, har hann fer at spæla solo ella við bólki í Danmark, Týsklandi og Føroyum.
Við á ferðini hevur Beinir “Greener” á LP-plátu og fløgu.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 19. oktober 2024
Festivalurin bydans, har eitt nýtt verk frá RIVA verður framført, verður 2. og 3. november
Dansur sum listagrein er seinastu árini vorðin ein alsamt týðiligari partur av føroyska listalandslagnum, og nú fer spildurnýggi norðurlendski dansifestivalurin “bydans” av bakkastokki í Norðurlandahúsinum 2. og 3. november 2024.
Dansifestivalurin fagnar margfeldinum í samtíðardansi við eini forkunnugari skrá samansett av trimum norðurlendskum dansiverkum: Ein installatión av einum tykisheimi (Virtual Reality) við heitinum “Boundary” eftir Mathilde Caeyers (NO), ein innilig dansisýning við heitinum “Where Even Flowers Can Grow” eftir Caroline Blomqvist (SE/DK), har áskoðararnir koma nær dansarunum. Síðan frumsýnir føroyska dansivirkið RIVA pallverkið “Kanska ein bygd”, ið samantvinnar dansi- og ritlist.
Trý sterk, kensluborin og nýhugsandi verk, ið veita áskoðarum eitt rúm at hugleiða í, at lata seg hugkveikjast og kenna seg knýttan til onnur menniskju og teirra veruleika. Verkini viðgera evni sum eksistentialismu og ta ørgrynnu av kenslum, ið eru ein óvíkjandi partur av at vera menniskja, tilvitað og ótilvitað.
Sigast kann, at “Kanska ein bygd” er mest ambitiøsa verkætlanin hjá RIVA higartil. Tað er áhugin í teirri menniskjaligu tilveruni á einum heimspekiligum grundarlagi, ið drívir verkið.
Á palli setir RIVA spurnartekn við, hvørji vit eru saman við hvørjum øðrum og uttan hvønn annan. Verkið viðgerð hvat tað er at minnast farnar relatiónir umvegis frásagnir um fólk, ið eru deyð. Toymið handan eru Rannvá G. Niclasen, Vár B. Árting og Búi Rouch, koreografar og dansarar, Beinir Bergson, rithøvundur, Villiam Soo Joensen, ljóssniðgevi, Heðin Ziska Davidsen, tónasmiður, Billa Jenny Jónleifsdóttir, visuellur ábyrgdari, Jón Sonni Jensen búnasniðgevi og Bjørn Ulvedal Simonsen, pallsmiður.
Hetta er fyrstu ferð, at bydans festivalurin verður. KOMMA Performance Productions og føroyska dansivirkið RIVA hava tikið stig til tiltakið í samstarvi við Norðurlandahúsinum í Føroyum. Fyriskipararnir vóna, at festivalurin kann geva áskoðarum møguleika at uppliva nýggj sløg av dansi, eins og hann kann verða við til at víðka um og avbjóða okkara fatan av, hvat dansur kann vera.
Festivalurin er stuðlaður av Nordisk Kulturkontakt, Nordisk Kulturfond og Almanna- og Mentamálaráðnum. “Kanska ein bygd” er skapað við stuðli frá Mentanargrunni Landsins, Almanna- og Mentamálaráðnum, Listaflog, Bygma Balslev, Gellan, Dansifrøi og Tórshavnar Kommunu.
Les meira og keyp atgongumerki á: www.nlh.fo og www.riva.fo/bydans
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 22. oktober 2024
Í døgunum 10. til 14. oktober vóru næmingar úr Tórshavnar musikkskúla í Bodø í Noregi fyri at luttaka í eini verkætlan saman við næmingum úr Noregi og Svøríki
Bodø er mentanarhøvuðsstaður í ár, og í tí sambandi bjóðaðu tey føroyskum, samiskum, svenskum og norskum ungdómi til tiltak um siðbundnan mentanararv.
Verkætlanin hevði til endamáls á ymiskan hátt at skapa brúgvar millum ungdóm og siðbundnan mentanarv.
Í tilgongdini hava verkstovur verið fyriskipaðar í Kautokeino, Hamarøj, Arvidsjaur, í Malå og í Føroyum. Verkstovan í Føroyum var í Tórshavnar Musikkskúla vikuskiftið 28. og 29. september.
Tað er Norsk Kulturskoleråd, sum hevur staðið fyri verkætlanini, og fyri Tórshavnar Musikkskúla var Agnar Lamhauge høvuðsfyriskipari, meðan Daniel Rye var við á ferðini umframt foreldur.
Bólkurin úr Samalandi høvdu reinsdjóraskinn sum tema. Tey tilvirkaðu skinn, vístu film umframt at joyk varð lagt afturat. Norðmenn og Sviar framførdu ein sjónleik við upplestri, búnum og tónleiki afturvið.
Bólkurin úr Føroyum hevur arbeitt við kvæðamentan, kingosangi, vísum og skjaldrum, og fingu hesi til at renna væl saman við klassiska tónleikinum. Soleiðis brúkti føroyski bólkurin søgu og mentan sum grundarlag, og fingu soleiðis sameint siðsøgu og samtíð.
Agnar Lamhauge legði tónleikin til rættis, umframt at Ásgerð Stenberg Olsen útsetti eitt verk við støði í Regin Smiði fyri bólkin.
Føroyski bólkurin hevði eisini eina eina almenna framførsla á kulturskúlanum í Bodø, umframt egna konsert í Bodin kirkju, sum er frá ár 1240, og er elsti bygningur í Bodø.
Fólk vóru veruliga hugtikin av føroysku ungdómunum. Sameiningin av føroyskum mentanararvi, søgu og tónleiki varð væl fagnaður, og fingu tey góð skoðsmál fyri framførslurnar.
Tað er sera umráðandi fyri føroyskar næmingar og føroyska musikkskúlan at luttaka í norðurlendskum verkætlanum sum hesari, tí tað gevur íblástur og mennir tíðandi netverk í musikkhøpi. Eisini er umráðandi at føroysk ung miðla føroyska mentan og søgu til onnur ung uttanlands.
Samanumtikið ein sera væleydnað verkætlan, sum Agnar Lamhauge hevur staðið á odda fyri.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 19. oktober 2024
Hetta vikuskiftið verða stórmøtini hjá Kirkjuligu Heimamissiónini í Havn
Hetta vikuskiftiðskipar Kirkjuliga Heimamissiónin fyri árligu Stórmøtunum í Skúlanum á Fløtum í Havn. Yvirskriftin fyri Stórmøtini í ár er: "Hvar finna vit vón í eini ótryggari tíð?"
Høvuðstiltøkini eru stórmøti hvørt kvøld við dugnaligum talarum og góðum sangkreftum, og skráin er fjølbroytt, skrivar Kirkjuliga Heimamissiónin.
Møtir verða fríggjakvøldið og leygarkvøldið klokkan 19, og sunnukvøldið klokkan 18. Junior-tiltak er á skúlanum samstundis sum møtini eru fríggjakvøld og leygarkvøld. Aftan á møtini hesi bæði kvøldini verða eisini ungdómsmøtir á skránni klokkan 21.30.
Sunnudagin verður eitt stórt familjutiltak – sonevnda SIMBA-hittið – og verður tað kl. 15. Aftaná tað eru øll boðin til nátturða, og síðan til møti kl. 18.
Leygardagin klokkan 14 er eisini ein serligur temadagur í Meinigheitshúsinum í Havn við yvirskriftini “At raðfesta tíð við Gudi í einum upptiknum gerandisdegi”.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 21. oktober 2024
Fyrsta finalan í arktisku kokkakappingini varð hildin í Hörpuni farna vikuskiftið
Farna vikuskiftið varð ungi norski kokkurin, Runar Helgeland, kosin vinnari av kappingini Arctic Young Chef.
Djúp hugsavnan, kokkakynstur á hægsta støði og ein spent áskoðarafjøld. Tað eyðkendi spennandi finaluna í kokkakappingini Arctic Young Chef, sum varð hildin í konserthøllini Hörpu í Reykjavík leygardagin.
Runar Hegeland, sum hevði hugtikið við sínum kulinarisku skapanarevnum í norsku landsfinaluni, vísti eisini í finaluni einastandandi evni at skapa nýhugsandi, smakkríkar og vakrar rættir undir tíðartrýsti.
Kappingin millum teir fýra finalistarnar úr Íslandi, Føroyum, Grønlandi og Strandanoregi var hørð. Sammett við landsfinalurnar, har kokkarnir arbeiddu einsamallir, høvdu finaluluttakararnir ein hjálpara við hvør at ganga til handa undir finaluni.
Avbjóðingin í finaluni var at gera eina matskrá við trimum rættum innan fyri 3,5 tímar, sum megnaði at sannføra dómsnevndina. Eins og í landsfinalunum skuldu luttakararnir í finaluni hava ávísar rávørur úr londunum í rættunum.
Forrætturin skuldi vera við saltfiski – baccalao, høvuðsrætturin við lambshálsi og -hjørtu og í eftirrættinum skuldi vera rabarbur.
Av tí at eitt av endamálunum hjá Arctic Young Chefs er at stuðla lokalum rávørum, so vóru eisini aðrar vørur frá Nora-limalondunum, sum skuldu vera við.
Úr Føroyum var tari, sum skuldi við í forrættin. Tari gevur dám av havi og ein natúrligan umami smakk.
Úr Noregi vóru moltuber til høvuðsrættin. Hesi søtu og beisku ber geva møguleika at javna smakkin av lambi.
Úr Grønlandi var bjór frá grønlendskum bryggjaríi, eisini til høvuðsrættin. Bjór gevur matinum dýbd við sínum malttónum.
Úr Íslandi var skyr, til eftirrættin. Skyr er siðbundin íslendsk mjólkarúrdráttur, ið gevur eitt frískt grundarlag fyri kreativiteti.
Vinnandi kokkurin, Runar Helgeland, gjørdi eina brandada við saltfiski og tara sum forrætt. Høvuðsrætturin var ein lambgrýta við hálsi og hjørtu, berum og øli. Og eftirrætturin var ein rabarbusuppa, sum hann minnist hana frá sínum barnaárum. Aftur við suppuni var skyr.
Í dómsnevndini sótu Ægir Fríðriksson úr Íslandi, Per Theodor Tørrisen úr Noregi, Habi Khaliqdad úr Grønlandi og Janus Einar Sørensen úr Føroyum.
Eftir kappingina søgdu dómararnir soleiðis um vinnandi kokkin:
“Vinnarin vísti yvirhøvur eina professionella tilgongd til rættirnar. Hann vísti tøkni á høgum støði, nýhugsan, smakk og góða framførslu. Rættirnir lagaðu seg til yvirskipaða evnið í kappingini “Matur til øll”. Forrætturin og eftirrætturin eru vælegnaðir at verða gjørdir í skúlakantinum”.
Tað var forseti Íslands, Halla Tómasdóttir, sum avdúkaði vinnaran og kjósaði tann fyrsta Arctic Young Chef. Hjálpari hjá Runar Hegeland í finaluni var Eryk Olzewski.
Hinir tríggir kokkarnir í finaluni vóru Andres Björgvinsson úr Íslandi, Lars Abelsen úr Grønlandi, og meksikanski Sebastian Jiménez Garcia, umboðandi Føroyar.
Nora (Norðurlendskt Atlantssamstarv) skipaði fyri kappingini saman við Menntaskólanum í Kópavogi, Hotel Arctic í Grønlandi, Tekniska skúla í Klaksvík og Arktisk Mat í Mosjøen í Noregi.
Forrætturin
Høvuðsrætturin
Eftirrætturin
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 22. oktober 2024
Í fjør vitjaðu 16,2 milliónir ferðafólk oyggjarnar har tað búgva 2,2 milliónir fólk
Íbúgvar á Kanariuoyggjum krevja nú, at ferðafólkavinnan á oyggjunum verður avmarkað. Yvir 8.000 fólk luttóku um vikuskiftið í einum umfatandi mótmælistiltaki móti ferðafólkainnrásini.
“Kanarouoyggjar eru ikki til sølu” róptu tey lokalu á mótmælistiltakinum móti hópturismu á oyggjunum. Skipað varð fyri mótmælistiltøkum á sjey teimum størstu av teimum trettan oyggjunum, sum eru partur av sponsku Kanariuoyggjunum.
Sambært mótmælisfólkunum er stóra talið av ferðafólkum, sum á hvørjum ári streyma til oyggjarnar, ein hóttan móti avmarkaða tilfeinginum á oyggjum og oyðileggjandi fyri umhvørvið.
Hóast stóra týdningin, sum ferðafólkavinnan hevur á búskapin á Kanariuoyggjum, eru tað nógvir borgarar, sum argast inn á, at ferðafólkini eru við til at trýsta bústaðar- og leiguprísirnar upp.
Í tíðarskeiðinum januar til september í ár hava oyggjarnar havt vitjan av 9,9 milliónum ferðafólkum. Í fjør vitjaðu tilsamans 16,2 milliónir ferðafólk Kanariuoyggjar, har tað búgva 2,2 milliónir fólk.
Feðafólk skapa stórar inntøkur til oyggjarnar, men sambært fleiri lokalum fólkum, verða inntøkurnar frá vinnuni ikki býttar javnt. Sambært teimum, fer meginparturin av inntøkunum til stórar fyritøkur, sum ikki eru heimahoyrandi á Kanariuoyggjum, skrivar finska kringvarpið Yle.
- Ríkidømið, sum verður framleitt á oyggjunum verður spjatt um alt Evropa. Íbúgvarnir á Gran Canaria fáa einki afturfyri, sigur Adrian Souza, sum var ein av mótmælisfólkunum í býnum Maspalomas á Gran Canaria.
Eisini í Valencia á spanska meginlandinum vóru hundraðtals mótmælisfólk úti leygardagin í líknandi mótmæli – har tað serliga er høgi bústaðarkostnaðurin, sum er høvuðsevni. Í katalanska stórbýnum, Barcelona, hava fyrr eisini verið mótmæli móti ferðafólkavinnuni, skrivar Yle við AFP og Reuters sum keldum.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 22. oktober 2024
– Eg vil gera alt fyri, at stýrið hjá Putin fær ein enda, sigur einkjan eftir Aleksej Navalnyj
Julia Navalnaja, einkjan eftir russiska andstøðupolitikaran, Aleksej Navalnyj, vil vera forseti í Russlandi.
Hon kann tó ikki stilla upp, so leingi Putin situr við valdið. Umsitingin hjá Putin leggur hana undir at vera partur av víðgongdum bólki, og kann hon verða handtikin, um hon kemur aftur til Russlands.
– Mín politiski mótstøðumaður er Vladimir Putin. Eg vil gera alt fyri, at hansara stýri fær ein enda skjótast gjørligt, sigur hon við BBC.
Aleksej Navalnyj doyði í fangalegu í Sibiria í februar. Russiskir myndugleikar hava upplýst, at hann doyði av natúrligum orsøkum, men Navalnaja er sannførd um, at maður hennara varð dripin.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 21. oktober 2024
Víkingur fekk sítt stig í Gundadali, og harvið er tað, sum man hevur vitað í eina tíð, endaliga staðfest. Eitt flott FM er komið í hús
Veitslurómur var á mongu útiáskoðarunum í Gundadali sunnudagin. Víkingur tryggjaði sær endaliga triðja føroyameistaraheiti í søgu felagsins.
Hetta var við javnleiki móti HB. Tað hevði tó ikki heilt verið neyðugt, tí B36 javnaði seint í Klaksvík: Nú eitt umfar er eftir, kann eingin fáa liðið hjá Jóhan Peturi Poulsen aftur.
Fyrrverandi Víkingurin, Noah Mneney, legði HB víð góðum skoti av brotssteigarmarkinum eftir hálvan tíma. Víkingur hevði tó verið betri fram til tá, og stutt fyri hálvleik javnaði afturvendi Poul Kallsberg, hvørs menning serliga seinasta árið er ein góð ímynd uppá arbeiði hjá Jóhan Peturi og Víkingi - og honum sjálvum.
Poul Kallsberg, toppskjútti hjá Víkingi í ár við 11 málum. 21-ára gamli strandingurin, hevur gjørt stóran mun hjá teimum í ljósabláum (Savnsmynd: Sverri Egholm)
Tað endaði eisini 1-1. Sum seinni hálvleikur leið sást, at Víkingur bara skuldi verja eitt stig og syrgja fyri at tryggja hetta.
Tað gjørdu teir í ljósabláum eisini - við hjálp frá nógvum mælskum áskoðarum úr Eysturkommunu.
Triðja FM-heitið hjá Víkingi, sum vann í 2016 og 2017 eisini. Trý føroyameistariheiti uppá 17 ár, og Víkingur hevur á flottan hátt aftur staðfest seg sum eitt av fremstu feløgunum í Føroyum.
Steypið verður handað í Sarpugerði seinnapartinin í dag. Veitslan er spakuliga byrjað.
Fagnaður á Víkinga-fjepparum eftir seinasta bríks (Skíggjamynd: Televarpið)
(Mynd: Jens Kr. Vang)
Sí fleiri myndir frá dystinum her
26. og næstseinasta umfar í Betrideildini
Sunnudagin 20. okotber
HB - Víkingur 1-1 (1-0)
30' 1-0 Noah Mneney (Ári Mohr Jónsson)
42' 1-1 Poul Kallsberg (Olaf Bárðarson)
KÍ - B36 2-2 (0-0)
61' 1-0 Páll Andrasson Klettskarð (Kristoffer Ødemarksbakken)
66' 2-0 Hallur Hansson (René Shaki Joensen)
77' 2-1 Zean Dalügge (Mattias Hellisdal)
88' 2-2 Anton Søjberg (Bjarki Nielsen)
07 Vestur - ÍF 5-1 (2-1)
03' 1-0 Filip Brattbakk (Jón í Horni Nielsen)
05' 1-1 Silas Gaard
26' 2-1 Kevin Egell Johnsen (Mikkel Jakobsen)
51' 3-1 Julian Mouritsen (Jón í Horni Nielsen)
59' 4-1 Mikkel Jakobsen (Amer Ordagic)
90+2' 5-1 Albert Theis Nielsen (Julian Mouritsen)
Skála - NSÍ 0-0
B68 - EB/Streymur 1-4 (1-2)
14' 0-1 Boubacar Dabo
41' 0-2 Emil Joensen
42' 1-2 Hanus Højgaard
86' 1-3 Virgar Jónsson
90+1' 1-4 Virgar Jónsson
Støðan í Betrideildini eftir 26 umfør
1. Víkingur 70 stig
2. KÍ 64 stig
3. HB 56 stig
4. NSÍ 42 stig
5. B36 38 stig
6. 07 Vestur 30 stig
7. EB/Streymur 28 stig
8. Skála 20 stig
9. B68 18 stig
10. ÍF 7 stig
Komandi dystir - síðsta umfar - allir dystirnir byrja í dag kl. 14:
B36 - Skála ÍF
Víkingur - 07 Vestur
EB/Streymur - HB
NSÍ - B68
ÍF - KÍ
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 20. oktober 2024
Góða gongdin í Betrideildini síðani síðst í juni í fjør gevur nú gull og gleim. Víkingur hevur nú 70 av 78 møguligum stigum í 2024
Tað, sum bíðað hevur verið eftir, varð veruleiki seint seinnapartin sunnudagin: Víkingur gjørdist føroyameistari í Betrideildini hjá monnum 2024.
Talan var um fyrsta javnleikin hjá Víkingi í Betrideildini í ár. Hetta var samstundis fyrsti heimadystur í ár hjá HB móti føroyskum liði, sum Adolfo Sormani og hansara menn ikki vunnu.
Eitt umfar er eftir í Betrideildini, og í løtuni er úrtøkan hjá Víkingi 70 stig av 78 møguligum. Hetta er hæsta stigatalið hjá felagnum nakrantíð og bert KÍ (2021 og 2022) og HB (2018) hava áður rokkið 70 stigum ella meira.
Víkingur fer ikki at taka metið á 77 stig (KÍ, 2022). Liðið sær tó út til at fara gjøgnum kappingarárið við bert tveimum ósigrum. Báðir hava verið móti KÍ, sum endar minst seks stig aftan fyri Víking.
Ljósablátt konfetti fylti Gundadal stutt fyri klokkan 17. Flotta gongdin hjá Víkingi gav nú eitt FM (Myndir: Jens Kr. Vang)
Í fjør lá Víkingur á 4. plássið í landsliðssteðginum í juni. Hetta var eftir tapið í Sørvági á Countryfestivalinum, og júst 07 Vestur bjóðaði av um evropeiska plássið.
Víkingur fór eisini út í Conference League móti Inter Club d'Escaldes stutt seinni, men eftir dystin móti 07 Vestur vann Víkingur teir seinastu 14 landskappingardystirnar í 2023.
Harvið eru hagtølini seinastu 40 dystirnar í Betrideildini: 37 sigrar, ein javnleikur og tvey tap: 112 stig av 120 møguligum.
Ógvuliga flott hagtøl hjá Jóhan Peturi Poulsen, Ólavi Mikkelsen og teirra monnum: Nú kunnu teir njóta gleimin eitt sindur og lyfta steyp í dag.
Toftamaðurin Jóhan Petur Poulsen hevur gjørt stóran mun í Víkingi seinastu tíggju árini - fyrst sum venjari hjá næstbesta liðnum, har okkurt gull eisini kom í hús. Venjarin fær her ein væluppibornan lufttúr (Mynd: Jens Kr. Vang)
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 20. oktober 2024
Hetta er fyrstu ferð, at ein málverji vinnur heiðurin. Royndi B68-málverjin hevði nógvar bjargingar í teimum trimum dystunum, men heldur enn heiðurin vildi hann havt fleiri stig
- Tað bleiv veteranurin í B68 málinum, Tórður Thomsen, ið fekk heiðurin sum besti spælari í Betrideildini hjá monnum í september mánaði.
Hetta er fyrstu ferð, síðani farið var undir at velja besta spælara í hvørjum mánaði í 2022, at heiðurin fer til ein málverja, skrivar FSF.
- Tað eru landsliðsvenjarar, miðlafólk og viðmerkjarar, ið velja, og tá talt var saman fyri september, hevði B68 málverjin fingið flestar atkvøður.
Aðrir, ið eisini fingu fitt av atkvøðum hesaferð, vóru Boubacar Dabo hjá EB/Streymi, og Árni Frederiksberg og Páll Klettskarð úr KÍ, kunnar FSF um.
– Hetta er ein heiður, sum eg eri ótrúliga stoltur av og glaður fyri. Men um eg kundi býtt heiðurin um við fleiri stig á stigatalvuna, so hevði eg gjørt tað, sigur Tórður Thomsen við heimasíðuna hjá FSF.
38-ára gamli málverjin spældi tríggjar dystir í september - teir seinastu minuttirnar í dystinum í Fuglafirði 1. oktober.
Tórður Thomsen heldur einum innleggi í "seinna dystinum" móti ÍF. Hendan dagin var hann sjúkur við fepri (Mynd: Sverri Egholm)
Tað varð fyri stuttum ført fram í sendingini Fótbóltsprát í Kringvarpinum, at Tórður Thomsen átti at fingið heiðurin fyri serliga avrikini móti KÍ og Víkingi - og møguliga landsliðspláss. Vertur í sendingini er málmansvenjarin hjá B68, Tróndur Vatnhamar.
Tórður lat fimm mál inn í sínum trimum dystunum í september. Fleiri stórbjargingar móti Víkingi og KÍ á Svangaskarði gjørdu tó, at hesi tapini ikki vórðu størri hjá B68, sum liggur til niðurflyting undan seinasta umfari í dag.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 21. oktober 2024
Hetta fyri almennar ákærur um siðspillu mótvegis FSF. Høvuðsvenjarin hjá ÍF var ikki blíður vegna mannagongdina í sambandi við uppafturtikna dystin móti B68
- FSF er botnkorrupt, og hetta eru tilstandir sum á Sisilia.
Hesar útsagnirnar kom ÍF-venjarin við á Facebook í sambandi við uppafturtikna dystin millum B68 og ÍF 1. oktober, har liðini spældu seinastu minuttirnar av avblásta dystinum frá trimum døgum frammanundan.
Slíka skriving kundi FSF ikki góðtaka:
- FSF kann ikki góðtaka slíkar ærumeiðandi útsagnir. At ein venjari fyri eitt lið í bestu deildini setur slíkar skuldsetingar móti FSF, er sum heild til stóran skaða fyri umdømið hjá føroyskum fótbólti. Tað er eisini við til at máa støðið undan tí álitið, sum almenningurin má hava á, at virksemið hjá FSF í øllum lutum er óheft frá seráhugamálum.
Soleiðis segði forsetin í Fótbóltssambandi Føroya við Portalin fyrst í oktober.
Christian Andreasen staðfesti, at slíkar skuldsetingar ikki kunnu góðtakast, og at tær eru við at máa støðið undir álitinum á FSF (Savnsmynd: Sverri Egholm)
Ólavur Larsen viðgekk, at tað kanska ikki var neyðugt at nýta serliga botnkorrupt á almennum palli, og at hann møguliga var farin heldur langt. Tó tvíhelt ÍF-venjarin um, at tað ikki var rætt fyrigingið, og at hann gjarna tók eitt leikbann.
- Grundgevingarnar fyri uppafturtøku koma tveir tímar undan, at dysturin skal byrja aftur. Og í mínari verð halda tær als ikki. Tað sær út sum, at man bara hevur tikið eina avgerð og so roynt at funnið fordømi uttan fyri landoddarnar. FSF kann tó ikki vísa á eitt einasta dømi í Norðanlondum, sum annars verður víst til í avgerðini. Og sum sagt: Tað er vantandi gjøgnumskygni í málinum, tá eingin kann fortelja okkum, hvør hevur tikið avgerðina ella standa við hana Hesar eru orsøkirnar til, at eg nýti orðingina "botnkorrupt".
Soleiðis segði Ólavur Larsen millum annað við Portalin 6. oktober.
Christian Andreasen vísti á leikbanns-reglugerðina, og í síðstu viku fall hamarin: Ólavur Larsen fekk tríggjar dystir leikbann fyri útsagnirnar um FSF á sosialu miðlunum.
Fuglfirðingurin var tí ikki á bonkinum hjá ÍF í Sørvági leygardagin og heldur í seinasta umfarinum í gjár.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 21. oktober 2024
25-ára gamli danski miðvallarin skoraði og legði upp farna vikuskifti, og hevur verið týðandi fyri 07 Vestur, síðani hann kom til Sørvágs í summar
07 Vestur vann farna vikuskiftið 5-1 á ÍF. Sigurin í Sørvági var tann størsti hjá 07 Vestur í ár.
Mikkel Elbæk Jakobsen legði upp til eitt mál og skoraði eitt. Tekniskt sterki miðvallarin, sum var í NSÍ í 2021, kom úr íslendskum fótbólti fyrr í ár.
- Mikkel Jakobsen hevur víst seg sum ein týðandi leikara fyri liðið, bæði við sínum tekniska førleika og sínum stríðsvilja á vøllinum. Vit gleða okkum at síggja Mikkel halda fram at menna seg í felagnum og vænta, at hann fer at hava ein stóran leiklut komandi kappingarárið.
Hetta skrivar 07 Vestur á síðu sínari í sambandi við, at 25-ára gamli danin heldur fram í felagnum.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 21. oktober 2024
23-ára gamli klaksvíkingurin hevur veruliga gjørt mun á miðvøllinum í góðu gongdini seinastu tíðina. Óli Eyðsteinsson Poulsen og EB/Streymyr hava gjørt eitt-ára sáttmála
Óli Eyðsteinsson Poulsen skifti í summar úr KÍ til EB/Streym. Tá hevði hann spælt yvir 50 dystir fyri besta liðið hjá barndómsfelagnum, men tað hevði verið væl meira, um Óli ikki hevði verið so skaðadarvaður í árunum 2019 til og við 2022.
23 ára gamli vinstrabeinti miðvallarin hevur spælt níggju dystir fyri EB/Streym síðani fyrst í august, og av teimum hevur liðið vunnið seks.
Óli Eyðsteinsson hevur gjørt mun við serliga sínum spælskili og sínum "motori" á miðvøllinum, og hevur klaksvíkingurin eisini lagt upp til nøkur mál.
Nú hevur EB/Streymur, sum hevur bjargað sær við manér, kungjørt, at avtala er gjørt við Óla fyri næsta kappingarár eisini.
Hetta gleðist felagið um - talan er helst um ein spælara, sum fleiri feløg høvdu roynt at fingið fatur á í vetur.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 25. oktober 2024
Leygardagin kundu NSÍ-kvinnurnar lyfta steypið í Sarpugerði, har tað annars endaði 3-2 til Víking. Víkingur fekk bronsu, og KÍ endaði við silvuri og noyddist at lata trónuna
Gullkonfetti í Sarpugerði fyri kvinnunum hjá NSÍ, sum leygardagin tryggjaðu sær føroyameistaraheitið.
Lea Lisberg tryggjaði annars Víkingi sigurin í nógva vindinum við langskoti 90. minutti, men av tí at NSÍ hevur so nógv betri málúrtøku enn KÍ, sum vann 3-1 í Gundadali, so er NSÍ nú føroyameistari á fyrsta sinni á kvinnusíðuni. Tær í gulum og svørtum eru eisini greipuvinnarar.
Hetta var einasti dysturin, sum NSÍ tapti í FM-bólkinum, og fyrsti ósigurin síðani í 2. umfari í Klaksvík hjá Allani Dybczak og hansara kvinnum.
Víkinga-kvinnur vunnu á føroyameistarunum í seinasta dysti, og fingu bronsu (Mynd: Jens Kr. Vang)
Heidi Sevdal greiður toppskjútti í deildini við 33 málum og er helst besta boðið uppá ársins spælara (Savnsmynd: Sverri Egholm)
KÍ er nú koppað á trónuni. KÍ hevði annars vunnið fimm ár á rað og 22 av 24 í øldini. NSÍ var aftur í bestu kvinnudeildini í 2020, og eftir fýra silvurheiðursmerki á rað - og trý steypagull - er FM nú eisini veruleiki.
(Mynd: Jens Kr. Vang)
Seinasta umfar í Betrideildini
Leygardagin 19. oktober
Víkingur - NSÍ 3-2 (2-1)
06' 0-1 Rúna Olsen
17' 1-1 Lea Lisberg (Jensa Tórolvsdóttir)
36' 2-1 Jensa Tórolvsdóttir
54' 2-2 Helga Mikkelsen (Jonnhild á Sondum)
90+' 3-2 Lea Lisberg (Jensa Tórolvsdóttir)
HB - KÍ 1-4 (0-2)
29' 0-1 Eyðvør Klakstein (Sólja Ernstdóttir)
36' 02 Tórunn Højgaard Joensen, br.
46' 0-3 Malena Olsen (Eyðvør Klakstein)
54' 1-3 Sunniva Willemoes (Fridrikka Clementsen)
90+2' 1-4 Eyðvør Klakstein (Sólja Ernstdóttir)
FM-bólkurin:
1. NSÍ 46 stig (+93)
2. KÍ 46 stig (+84)
3. Víkingur 43 stig
4. HB 27 stig
Bólkur B:
1. B36 31 stig (+18)
2. Skála ÍF 20 stig (-75)
3. TB/FCS/Royn 10 stig (-98)
4. FC Hoyvík 8 stig (-128)
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 19. oktober 2024
Og fyri triðju ferð uppá fýra ár. Hon varð toppskjútti fjórða árið á rað og fyri sjeyndu ferð uppá átta ár. Nú hevur Heidi eisini vunnið greipuna við barndómsfelagnum
Undan dystinum fekk hon heiðurin sum besti spælari í Betrideildini hjá kvinnum í september og oktober mánað.
Eftir dystin lyfti Heidi Sevdal FM-steypið fyrst sum liðskipari. Hetta var fyrsta føroyameistararheitið hjá 35-ára gomlu runavíkskvinnuni við barndómsfelagnum, sum hon fór aftur til í 2020, tá felagið veruliga fór at satsað uppá kvinnufótbólt aftur og fór upp í Betrideildini.
Síðani hevur NSÍ vunnið steypakappingina tríggjar ferðir, er endað við silvuri í Betrideildini fýra ferðir og nú vunnið FM - og greipuna - á fyrsta sinni í søguni.
Ein ógvuliga fegin Heidi Sevdal tekur ímóti FM-steypinum, sum Christian Andreasen handar (Mynd: Jens Kr. Vang)
124 landskappingarmál seinastu fýra árini
Heidi Sevdal er størsti profilurin á einum sterkum NSÍ-liði. Soleiðis hevur eisini verið seinastu árini. Fyrsta árið, 2020, var ikki framúr í mun til mál. Tólv komu til høldar, Heidi varð ikki toppskjútti í Betrideildini, men síðani hevur hon veruliga fingið gongd á - aftur.
Mál hjá Heidi Sevdal fyri NSÍ seinastu fýra árini:
2024: 40 mál í 25 dystum (33 landskappingarmál)
2023: 34 mál í 25 dystum (33 landskappingarmál)
2022: 25 mál í 24 dystum (25 landskappingarmál)
2021: 43 mál í 43 dystum (33 landskappingarmál)
Samanlagt: 142 mál í 117 dystum - bert fýra av hesum eru brotsspørk
Kelda: FaroeSoccer
Toppskjútti í Betrideildini fýra ár á rað og vann Heidi eisini gylta skógvin í árunum 2017-2019, umframt 2013-2015. Hon misti tað mesta av 2016 vegna barnsburð. Harvið er Heidi Sevdal vorðin toppskjútti í fremstu føroyski kvinnudeildini tíggju av teimum seinastu tólv árunum.
Í hinum greipuárinum hjá henni, tá EB/Streymur/Skála breyt metlongu FM-røðina hjá KÍ í 2017, skoraði Heidi heili 33 mál í landskappingini. Tað hevur hon gjørt fýra ferðir nú.
Aðrar hava verið á uppaftur hægri tali í Betrideildini fyrr, og í 2003 skoraði Rannvá Biskopstø Andreasen 46 mál í bert 16 landskappingardystum fyri KÍ og 55 mál tilsamans.
Púra vill tøl og júst Rannvá Biskopstø Andreasen hevur greitt flest mál samanlagt í føroyskum vaksnamannafótbólti: 561 landskappingarmál og fleiri enn 700 samanlagt.
Umframt nógv toppskjúttaheitð í landskappingi, skoraði Heidi Sevdal, sum sæst omanfyri, serliga nógv mál í steypakappingini í ár og í 2021. NSÍ vann bæði árini - í ár gjørdi Heidi hattrikk í steypafinaluni.
Sí samrøðu við Heidi eftir steypafinaluna HER
Heidi Sevdal eftir flotta triðja málið hjá henni í steypafinaluni móti Víkingi fyri 15 døgum síðani (Savnsmynd: Sverri Egholm)
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 20. oktober 2024
Føroyar høvdu annars leikliga yvirvág og bóltin á tvørtrænum fleiri ferðir. Heimaliðið var tó hvassari. Harvið er bronsudystir á skránni móti Litava sunnumorgunin
- Hóast leikliga yvirvág nærum allan dystin, so taptu føroysku kvinnurnar 2-1 fyri Lettlandi hóskvøldið.
Soleiðis skrivar Fótbóltssambandið, eftir at Føroyar taptu tepurt í hálvfinaluni í Baltic Cup.
Føroyska liðið hevði bóltin væl meira í fyrra dystinum hjá sær í venjingarkappingini, og ikki færri enn tríggjar ferðir brast bólturin á træverkið.
Einaferð bólturin rakti tvørtræðið hjá Lettlandi var tíðliga í 2. hálvleiki, tá Birita Ryan royndi seg. Tað endaði við, at ein hjá Lettandi gjørdi sjálvmál, eftir at bólturin kom út aftur. Forarbeiði var annars gott í vinstru - framt av Saru Samson Lamhauge og Áslu Johannesen.
Føroyskur fagnaður eftir 1-1 málið (Mynd: Jakoba Svensdóttir/fsf.fo)
Lettland fekk tó leiðsluna aftur, tá eitt korter var eftir. Bólturin varð vunnin á miðjum vølli - Eyðvør Klaksten átti helst at fingið fríspark - men harfrá var tað væl avgreitt av heimaliðnum, og so endaði tað við einum teprum 2-1 sigri til lettlendsku vertirnar á LNK Sports Park í Riga.
Í morgin, sunnumorgunin klokkan 10, skal føroyska A-landsliðið við kvinnum spæla um bronsuna í Baltic Cup. Bronsudysturin millum Føroyar og Litava verður stroymdur á fsf.fo. Litava tapti sína hálvfinalu uppá brotsspørk móti Estlandi.
Baltic Cup, innleiðandi dystur
Hósdagin 24. oktober
Føroyar - Lettland 1-2 (0-1)
28' 0-1 Carlin Mixon
57' 1-1 Birita Ryan
75' 1-2 Carlin Mixon
Føroyar: Valborg Østerø - Birita Ryan, Lea Lisberg (67' Rúna Jacobsen), Sunniva Willemoes, Heidi Sevdal (79' Petra Hoydal), Ásla Johannesen (L), Eyðvør Klakkstein, Jensa Tórolvsdóttir, Tórunn Joensen, Fridrikka Clementsen (67' Durita Hummeland), Sara Lamhauge (79' Malena Olsen)
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 25. oktober 2024
Við brotssparki frá Samudeen Musah í 74. minutti tryggjaði TB sær neyðuga sigurin framman fyri stórari mannfjøld í Hoyvík í gjárkvøldið. Harvið eru tvey Suðuroyarlið í Betrideildini í 2025
Stórur fagnaður á teimum mongu suðuroyingum í Hoyvík í gjárkvøldið.
Setingurin var greiður. Um TB vann á niðurflutta FC Hoyvík, so varð uppflytingin veruleiki. Hetta varð tó tungur burður, tí TB fekk ikki hol á fyrrenn í 74. minutti.
Hóast stórt trýst í løtum í 1. hálvleiki skuldi eitt brotsspark til. Hetta tók ganabúgvin Samudeen Musah sær trygt av: Áleyparin, sum nú hevur spælt sítt fimta kappingarár í felagnum, tryggjaði TB uppflytingina.
Samudeen var tryggur, tá ástóð (Mynd: Sverri Egholm)
Og stórur fagnaður á mongu útiáskoðarunum (Mynd: Sverri Egholm)
Eingin hevur latið færri mál inn enn TB í hesum kappingarárinum (24), og Gilli Rólantsson Sørensen, Ndende Adama Gueye, Torkil Holm, Ragnar Joensen, Rógvi Joensen, leikandi venjarin Markus Thorberg og hinir hildu málið reint í Hoyvík.
0-1 og harvið stuttur steðgur í 1. Deild hjá TB, sum eins og í 2022 flutti upp. Eins og tá, var B71 nær við. Sandoyingar gjørdu sítt og vunnu í Klaksvík, men sandoyingar eitt stig ov stuttir.
Liðformaðurin Gilli Rólantsson fagnaður av býráðslimi og løgtingslimi, Bjarna Hammer (Mynd: Sverri Egholm)
Fleiri myndir frá Hoyvíksvølli í gjárkvøldið her
Tað gjørdist avgerandi, at TB vann á júst B71 fyrr í mánaðinum og fekk 16 stig av teimum seinastu 18. Tvey stig suðuroyarfeløg vera st síggja í Betrideildini, eins og í 2015: TB og FC Suðuroy.
Eftir dystin máttu TB-leikararnir skunda sær, uttan at hava fingið stundir at skifta, í bussi oman til Smyril, sum bíðaði eina løtu, so fegnu spælararnir og viðhaldsfólkini kundu koma suður við.
Endaliga støðan:
1. Víkingur 54 stig
2. FC Suðuroy 48 stig*
3. TB 45 stig*
4. B71 44 stig
5. B36 41 stig
6. AB 40 stig
7. NSÍ 31 stig
8. KÍ 30 stig
9. FC Hoyvík 20 stig**
10. HB 12 stig**
*Flutt upp
**Flutt niður
1. deild menn, 27. og seinasta umfar
Fríggjadagin 25. oktober
FC Hoyvík - TB 0-1 (0-0)
KÍ - B71 0-1 (0-0)
Víkingur - B36 5-2 (3-1)
HB - AB 1-2 (0-1)
FC Suðuroy - NSÍ 5-0 (2-0)
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 25. oktober 2024
Stórur dagur í sunnaru hálvu av Suðuroynni leygardagin: Í 2025 skal liðið spæla í Betrideildini fyri fyrstu ferð í tíggju ár. TB kann nú tryggja sær uppflytinga við sigri á seinasta degi
Næstseinasta umfari í næstbestu mansdeildini varð spælt leygardagin, og har fullu ymiskir brikkar uppá pláss.
Víkingur vann 4-2 við Løkin og hevur harvið vunnið deildina. Flott av unga liðnum - leygardagin gjørdu aftur fleiri ungir mans vart við seg. Víkingur vann eisini næstbestu deildina í 2020. Tá var Jóhan Petur Poulsen venjari. Nú verður tað tvífalt gull til menninar í Sarpugerði.
Næstbesta liðið hjá Víkingi hevur gjørt bart í ár. Leygardagin komu trý mál av fýra málum frá spælarum, sum eru 18 ár ella yngri (Mynd: Víkingur)
Fagnaður var eisini í Vági, í Sumba og í bygdunum í økinum. FC Suðuroy spældi í oktober 2023 í triðbestu deildini - næsta ár verður felagið umboðað í Betrideildini fyri fyrstu ferð síðani 2015. Stórt avrik hjá Pól Thorsteinsson og hansara monnum. Tað endaði 0-0 á Argjum leygardagin; AB noyðist at halda fram í 1. deild.
TB fer møguliga at taka túrin við grannunum. Av tí at B36 spældi javnleik móti FC Hoyvik, og TB greiddi sína skyldu móti KÍ, liggur TB undan seinasta umfari á 3. plássi. Av tí at Víkingur endar nummar eitt, er hetta nóg mikið til beinleiðis uppflyting.
Treytin fyri at flyta upp er, at TB vinnur í seinasta umfari móti niðurflutta FC Hoyvík. Tann dysturin varð spældur í gjárkvøldið
Á Sandi royna teir at vera til reiðar, um TB ikki fær fult í seinasta umfari. B71 vann leygardaguin heili 7-0 á HB. Um B71 fær fleiri stig enn TB í seinasta umfari, so skuldi tað verið nóg mikið hjá sandoyingum. B71 vitjaði í Klaksvík í gjárkvøldið.
Úrsltiini í 26. umfari:
B71 - HB 7-0
NSÍ - Víkingur 2-4
B36 - FC Hoyvík 2-2
AB - FC Suðuroy 0-0
TB - KÍ 3-1
Støðan eftir næstseinasta umfar:
1. Víkingur 51 stig *
2. FC Suðuroy 45 stig **
3. TB 42 stig
4. B71 41 stig
5. B36 41 stig
6. AB 37 stig
7. NSÍ 31 stig
8. KÍ 30 stig
9. FC Hoyvík 20 stig ***
10. HB 12 stig ***
* Vinnari, kann ikki flyta upp
** Er flutt upp
*** Er flutt niður
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 19. oktober 2024
FC Suðuroy skal nú brynja seg til eina nýggja tilveru eftir enn eitt støðufast kappingarár undir Pól Thorsteinssyni. Liðið er ein blanding av yngri og eldri lokalum við góðum útlendskum styrki
Fyri beint yvir einum ári síðani spældi FC Suðuroy dystir í triðbestu føroysku mansdeildini. Um beint yvir fimm mánaðir skal liðið spæla í fremstu røð.
FC Suðuroy hevur ongan dyst spælt í Betrideildini "á egnum beinum" síðani 3. oktober 2015. Tá varð niðurflytingin veruleiki í Gundadali
Í 2017 og 2018 var eitt felagslið úr Suðuroynni í Betrideildini. TB/FCS/Royn fekk bæði árini beint undir 30 stig, og ítróttarliga tyktiskt hetta at rigga rímiliga væl. Trupulleikar vóru tó uttan fyri vøllin við tí fyrisitingarliga, spurningunum um tað fíggjarliga, hvar heimavøllurin skuldi vera o.s.fr.
Salmundur Bech úr Porkeri í steypahálvfinalu við TB/FCS/Royn. Miðvallarin hevur nógvar royndir úr Betrideildini, men hevur tvey av seinastu fýra árinum spælt við barndómsfelagnum - sum nú skal upp í Betrideildina (Savnsmynd: Sverri Egholm)
Samstarvið sltinaði, og FC Suðuroy "byrjaði av nýggjum" í triðbestu deildini. Hetta av tí, at besta liðið hjá felagsliðnum spældi uppá loyvi hjá TB, sum var í fremstu røð, tá tað byrjaði. Næstbesta liðið hjá TB/FCS/Royn fór so syngjandi niður úr 1. deild í 2018.
Tískil hevur FC Suðuroy skula bygt nógv upp, men hevur eisini fingið tíð til tað. Í 2020 varð uppflyting veruleiki á Eiðinum, men liðið flutti niður aftur beinanvegin.
Lokalir og útlendskir profilar
Til kappingarárið 2023 tók Pól Thorsteinsson við. Nakrir ungir spælarar høvdu ment seg í árunum frammaundan - gjøgnum miðvíst ungdómsarbeiði og undir Palla Augustinussen.
Lokalir ungir profilar, so sum liðformaðurin Pætur Augustinussen, Alexander Holm Kilgour, málslúkurin Fríði Holm og málverjin Rasmus Olsen, hava havt stórar leiklutir í serliga 2023 og 2024. Millum annað hevur Fríði verið toppskjútti tvey tey seinastu árini og hevur 21-ára gamli áleyparin hann yvir 60 mál fyri besta liðið hjá barndómsfelagnum.
Bæði í 2023 og 2024 hava tríggir útlendksir profilar verið: Verjuspælarnir Valerian Iobashvili og Jimmy Abdul og miðvallarin Emmanul Andorful. Teir báðir síðstnevndiu eru komnir sum partur av einum samstarvi við eitt afrikanskt akademi, og serliga hevur Abdul gjørt stóran mun. Royndi georgin "Ioba" spældi við, tá FC Suðuroy var í Betrideildini seinast.
Til hetta kappingarárið komu tríggir spælarar, sum eru uppvaksnir í FC Suðuroy (og VB/Sumba), aftur. Dánjal Godtfred, Salmundur Bech og John Villi Leo hava nógvar royndir úr Betrideildini og hava gjørt stóran mun í 1. deild fyri barndómsfelagið.
Dánjal Godtfred hevur í fleiri ár gingið á odda fyri TB og EB/Streym í Betrideildini. Nú er vágbingurin aftur, har vøggan stóð (Savnsmynd: Sverri Egholm)
Støðufesti undir Pól - bert tap tríggjar av 48 dystum
FC Suðuroy flutti ógvuliga sannførandi upp úr 2. deild í 2023. Liðið vann 18 av 22 dystum, og spældi hinar fýra javnar. Ósigrað, 94 mál skorað og bert tólv mál inn.
Í ár gjørdist skjótt greitt, at FC Suðuroy ikki fór at stríðast í botninum í 1. deild. Uppflytararnir hava víst stórt støðufesti, í mun til at man hevur fingið stig í so at siga øllum dystum: Bert trý tap í 26 dystum og einki lið hevur tapt færri dystir í 1. deild.
Uppflytingin hevur verið at hóma leingi, og varð hon staðfest á Argjum leygardagin.
Hópurin fegnast um uppflytingina eftir javnleikin á Argjum (Mynd: FC Suðuroy)
Nýggjar tíðir á Eiðinum
Tað verður ein nýggjur veruleiki í Vági og í sunnaru hálvu av Suðuroynni í 2024. FC Suðuroy skal royna at taka eitt lop, sum aftur er hægri: Úr 1. deild til Betrideildina.
Fleiri av spælarunum, sum vóru við frá 2. deild, verða eisini við í fremstu røð. Nakað av styrki má helst til.
Pól Thorsteinsson hevur gjørt eitt stórt arbeiði. Tað liggur í kortunum, at hann heldur fram, men Pól hevur ikki A-venjaraprógv. Til tað má ein loysn finnast.
Umstøðurnar á Eiðinum eru heldur ikki heilt til Betrideildina, við millum vantandi áskoðaraplássum og vantandi taki útyvir. Slíkt skal FC Suðuroy helst samráðast við FSF um og fáa gongd á.
Sí eisini: Skulu hava nýggj ljós á Eiðinum
Her hevur ikki verið fastur Betrideildarfótbóltur í næstan 10 ár (Mynd: Vágs kommuna)
Stroymingarnar av Eiðinum seinastu árini hava verið undirhaldandi - í 2025 standa bestu liðini í Føroyum har, og FC Suðuroy skal royna at takkla nýggja veruleikan væl.
Síðst í 70'árunum hevði GÍ tvær uppflytingar á rað, og fann støðufesti í fremstu deildini. Skála gjørdi tað eisini fyrst í hesari øldini. Tað eru øðrvísi tíðir nú, og FC Suðuroy skal gera nógv rætt í vetur og í 2025 sum heild.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 22. oktober 2024
Eyðbjørn Thomsen, formaður hjá FC Suðuroy, fegnast um enn eina uppflyting. Hann staðfestir, at felagið ikki fer “at sprengja bankan”, tí FC Suðuroy næsta ár verður í Betrideildini
TB/FCS/Royn var í 2017 og 2018. Síðani slitnaði og FC Suðuroy skuldi byrja aftur í 2. deild. Nú verður FC Suðuroy aftur umboðað í Betrideildini – við “fullum navni” og á egnum beinum.
Seinast soleiðis var, var í 2015. Harvið var tað stór frøi, tá uppflytingin varð tryggjað við 0-0 javnleiki á Argjum í næstseinasta umfari leygardagin. Ein uppflyting kann vera flott í sær sjálvum, men tað at hetta var onnur uppflyting á rað hjá FC Suðuroy, og at liðið, sum uppflytari í 1. deild, fer víðari upp í Betrideildina, ger tað heilt flott.
Eyðbjørn Thomsen er formaður í FC Suðuroy. Hann fegnast sjálvandi í hesum døgum. Fyri Portalinum vísir hann á, at tað sum liggur aftanfyri góða gongdina hjá FC Suðuroy er ein blanding av fleiri týðandi faktorunum - kanska serliga samanhaldi:
- Fyri tað fyrsta er tað eitt sterkt samanhald og arbeiðssemi: Tað hava spælararnir víst. Tað er ein góð samanseting á liðnum, og teirra samstarv hevur styrkt FC Suðuroy, Felagið satsar eisini nógv uppá at menna ungar leikarar úr økinum. Við at byggja á lokalt talent tryggjar FC Suðuroy, at liðið hevur eina sterka og virka framtíð. Her hava venjararnir nógv at siga, og teirra førleikar og millum annað evni at geva leikarunum sjálvsálit hevur verið ein avgerandi liður í framgongdini.
Stuðulin rundanum merkist eisini væl:
- Okur hava eisini ført ein sera skynsaman fíggjarpolitik. Tað merkist eisini, at stuðulin frá bygdunum, sum varða av FC Suðuroy, og frá fjepparunum er stórur. FC Suðuroy er eitt sera sterkt stuðulslið, bæði á vøllinum og í umhvørvinum rundan um felagið. Tá liðið merkir hendan stuðulin, serliga á heimavølli, gevur tað spælarunum
Eyðbjørn Thomsen heldur, at hesir faktorarnir tilsamans hava verið við til at skapa eitt sterkt grundarlag fyri framgongdini hjá FC Suðuroy.
Eyðbjørn saman við Dánjali Godtfred (t.v.) og Salmundi Bech (t.h.) sum síðsta vetur vendu aftur til barndómsfelagið. Hetta varð ógvuliga týðandi fyri felagið (Mynd: FC Suðuroy)
- Fara ikki at keypa 5-6 útlendingar
Spurningurin er so nú, hvat hendir víðari. Felagið, sum fyri einum ári síðani hevði sítt besta lið í triðbestu deildini, skal nú brynja seg til veruleikan í Betrildeildini. Har er spennandi at vera, men ítróttarligu og praktisku krøvini eru væl harðari.
Tað er long tíð liðin, síðandi fastur Betrideildarfótbóltur var í Vági. Í mun til tað praktiska, so vanta nøktandi ljós, fleiri áskoðarapláss, tak yvir tey og annað á Eiðinum. Hetta er tó í góðum hondum nú, staðfestir formaðurin hjá FC Suðuroy
- Umstøðurnar tekur Vágs kommuna sær av, og hevur FSF saman við kommunu fyri kortum verið á Eiðinum og hugt eftir hvat skal gerast.
Hvussu er so við hópinum? FC Suðuroy hevur, sum Eyðbjørn Thomsen sjálvur nevndi, góða blanding við spennandi ungum og royndum lokalum spælarum, umframt nøkrum útlendingum sum gera mun. Men tað er helst ikki nóg mikið.
- Okur fara ikki út og keypa eini 5-6 útlendingar. Tað verður roynt at fáa nakrar leikarar inn avtrat, men her skal ongin banki spreingjast, vit og skil skal fylgjast – eisini í Betrideildini. Okur taka hettar sum eitt upplivilsi, staðfestir sumbingurin.
At Pól Thorsteinsson burdi hildið fram eftir avrikini tvey tey seinastu árini, er helst eingin ivi um. Vágbingurin, við drúgvum royndum úr Betrideildini sum spælari fortíð sum støðugur og týðandi landsliðsspælari, hevur eisini sáttmála fyri 2025 eisini.
Trupulleikin er tó, at Pól ikki hevur A-prógv, sum er krav, um ein skal standa á odda fyri liði í Betrideildini. Hetta verður tó loyst - har eru fleiri mátar - staðfestir formaðurin.
- Vit eru sera væl nøgdir við venjaratoymið, og tað er long tíð til mars, staðfestir Eyðbjørn Thomsen.
Pól Thorsteinsson hevur higartil bert tapt tríggjar av sínum 48 landskappingardystum og hevur tvær uppflytingar (Mynd: FC Suðuroy)
FC Suðuroy spældi seinasta dystin í 1. deild á hesum sinni á Eiðinum í gjár, fríggjadagin 25. oktober. Tá fáa teir í bláum helst silvurkrónur, og tað verður eitt sindur gjørt burturúr. Tað hevur verði eitt sindur eyka fokus á FC Suðuroy her í vikuni og í síðstu viku.
Tað er tó so, at tað eru tað nøkur fjølmiðlafólk, sum als enn ikki hava lagt merki til tað, sigur Eyðbjørn Thomsen hálvgum skemtandi við Portalin at enda. Her sipar hann serliga til, at uppflytingin ikki veruliga hevur verið tikin á tungu í Kringvarpinum. Tá tað ikki var nakað um hetta í ítróttarsendingini 3-2 mánakvøldið, vórðu fleiri í sunanru hálvu av Suðuroynni ørg.
Tað er í øllum førum greitt, at FC Suðuroy í mars verður at síggja í Betrideildini fyri frystu ferð í tíggju ár. So er spurningurin, hvussu tað hilnast nú eftir fleiri ár við uppbyggingin. Spurningurin um, hvat lið fylgir FC Suðuroy upp úr 1. deild verður avgjørdir tíðliga fríggjakvøldið – uttan so at bæði TB og B71 snáva, og B36 vinnur á Víkingi. Í so fall verður ein upp- og niðurflytingardystur.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 24. oktober 2024
U17-dreingirnir hjá Víkingi vunnu greitt á tættastu kappingarneytunum í KÍ týskvøldið og harvið fagnaður í Sarpugerði. Liðið er meistari og skal umboða Føroyar í Evropa næsta ár
Um vikuskifti tryggjaðu bæði besta og næstbesta liðið hjá Víkingi sær føroyameistaraheiti. Týsdagin vóru tað so U17-dreingirnir hjá Víkingi, ið fingu gullið í hús.
Hetta var við stórsigri á tættastu kappingarneytunum. Víkingur vann 5-0, tá KÍ vitjaði. Fríði Gertsson Jarnskor og Bogi á Reynatrøð skoraðu tvey mál hvør, og Jósef Ólavsson skoraði eitt.
Síðstnevndi var eisini kosin dagsins spælari í steypafinalusigrinum á KÍ tíðliga í mánaðinum, har liðformaðurin, Fríði Gertsson Jarnskor, skoraði einsamalla málið. Tà var talan um ein væl tættari dyst millum liðini.
Fleiri av hesum víkingunum hava eisini gjørt vart við seg á gull-liðnum hjá 1. deild í ár (Myndir: Víkingur)
Víkingur hevur verið ógvuliga sterkt í ár. Í endaspælinum hava ungu menninir í Eysturkommunu vunnið allar níggju dystirnar við málmuninum 57-6. KÍ var annars best í innleiðandi umfarinum.
FM-heitið merkir, at greipan er í hús, men eisini at Víkingur verður næsta føroyska umboðið í UEFA Youth League, sum er ungdóms-Champions League. HB var við í ár.
Stórur fagnaður í Sarpugerði har nógv er at smílast um í løtuni (Myndir: Vìkingur)
Høvuðsvenjarin, Gert Hansen, fær ein lufttúr. Kollfirðingurin, sum leingi hevur búð í Syðrugøtu og eisini vunnið FM við júst Víkingi, hevur seinastu mánaðirnir eisini verið venjari hjá 1. deild (Mynd: Víkingur)
Føroyameistarar, greipuvinnarar og næsta ár føroyskt umboð og "ungdóms Champions League"
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 23. oktober 2024
Víkingur er best umboðað við fimm spælarum av teimum átjan. Føroyar skulu spæla móti Spania, Eysturríki og Kosovo í Kosovo um miðjan november
Fyrst Spania og síðani Eysturríki og Kosovo. Hesi vera føroysku mótstøðulondini, tá U19-landsliðið við dreingjum um ein lítlan mánaða fer til Pristina í Kosovo, har bólkur J í EM-undankappingini er á skránni.
Øssur Hansen er høvuðsvenjari hjá U19-dreingjunum. Saman við hjálparvenjaranum André Olsen, hevur hann sett nøvn á teir 18, ið eru boðsendir til komandi landsliðsuppgávur.
- Fimm leikarar koma úr Víkingi, tveir spæla fyri ávikavist 07 Vestur, HB og TB, meðan FC Suðuroy, EB/Streymur, B36, AB, Skála og B68, umframt Kristiansund IL í Noregi, eru umboðað við einum spælara í part á U19-landsliðnum hesaferð, skrivar FSF.
Tað gongst væl hjá Víkingi í hesum døgum, og her eru bæði ein Betrideildarspælari (Árni Nóa Atlason), 1. deildarspælarar og U17-spælarar - summir spæla eisini fyri tvey av hesum. Síðstnevnda liðið hevur vunnið greipuna, hini FM, og harvið eru fleiri av hesum, sum hava havt góð kappingarár.
Arnór Brandsson í U17-dysti fyri Víking. Hann er á fyrsta sinni á U19-landsliðnum (Mynd: Víkingur)
Árni Nóa Atlason og Mattias Hellsidal í nærdysti. Báðir fara helst at fáa stóran leiklut til U19-dystirnar í november (Savnsmynd: Sverri Egholm)
Tveir ungir mans, sum royna at vinna TB uppflyting eru við. Tað er fyrsti málverji hjá uppflutta FC Suðuroy eisini, og so spælarar sum Jónas Prior (07 Vestur), Bartal Páll Klein (B68) og serliga Virgar Jónsson (EB/Streymur), sum hava havt størri leiklutir í Betrideildini í ár.
Síðstnevndi og Mattias Hellisdal úr B36 fingu sítt gjøgnumbrot í Betrideildini longu í 2023, og Mattias, sum er tekniskt gávaður miðvallari, hevur lagt uppá í sínum spæli aftur í ár.
Virgar Jónsson sum 16-ára gamal í fjør. Spennandi og orkuríki vinstrabeinti spælarin hevur aftur tikið stór fet í ár, og skoraði hann tvær ferðir á Svangaskarði sunnudagin (Savnsmynd: Sverri Egholm)
Aron Benjaminsen er einasti spælarin, ið til dagliga er uttanfyri landoddarnar, og er helst allarmest spennandi álopskenda kortið. Kristiansund, sum er kent fyri at menna ungar spælarar, keypti vinstrabeinta vongin úr Skála síðsta vetur. Aron er í yngra árganginum (2007) Teir flestu eru annars føddir í 2006.
Føroyar leggja fyri ímóti Spania mikudagin 13. november, tríggjar dagar seinni møtast Føroyar og Eysturríki, og týsdagin 19. november eru vertirnir Kosovo. Tað er helst á pappírinum besti møguleikin at fáa stig í kappingini.
Hópurin
Sámal á Steig, 07 Vestur
Rasmus Olsen, FC Suðuroy
Vírgar Jónsson, EB/Streymur
Jónas Prior, 07 Vestur
Ingi Arngrímsson, Víkingur
Torkil Jespersen Holm, TB
Bjørn Bjarkhamar, Víkingur
Jósef Ólavsson, Víkingur
Árni Nóa Atlason, Víkingur
Mattias Hellisdal, B36
Arnór Brandsson, Víkingur
Baldur Niclasen, HB
Sjúrður Henriksen, AB
Aron Benjaminsen, Kristiansund IL (Noreg)
Markus Isaksen, Skála
Bartal Páll Klein, B68
Djóni Samuelsen, HB
Aron Arnoldsen, TB
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 24. oktober 2024
Fleiri venjingar hesa vikuna í Føroyum sum týðandi fyrireiking til endaspælið, sum byrjar síðst í november
Súna Krossteig Hansen venur ikki við vegna skaða í fótinum. Í felag hennara í Danmark verður av øllum alvi fyri at fáa hana á vøllin aftur einaferð í november.
Annars er talan um stóran hóp á 22 spælarar, har kappingin um plássini sær út til at vera hørð. Í minsta lagi 16 spælarar skulu við til Sveis.
Arbeitt verður við ymiskum samansetingum, og í hesum førum var tað millum annað kontraspælið og skot, sum sjóneykan vóru sett á.
Vit vóru ein túr framvið í Hoyvíkshøllini í gjár.
Fleiri av myndunum hjá Egini Tollaksson Kass síggjast her
Jana Mittún, ið hevur fingið eina ógvuliga góða byrjan uppá kappingarárið við Viborg
Bjørk F. Joensen við skotroynd
Marianna Geirsdóttir Eystberg hevur verið burtur frá landsliðnum vegna millum annað barnsburð
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 25. oktober 2024
Betri letur kvinnuhondbóltinum 2,5 milliónur krónur í gávu. Tað verður gjørt í sambandi við EM-endaspælið í hondbólti hjá kvinnum, sum verður í vetur
Betri Stuðul hevur í morgun latið HSF 2,5 milliónir kr. í gávu. Tað verður gjørt í sambandi við EM-endaspælið í hondbólti hjá kvinnum, sum verður í vetur.
- Vit standa sjálvandi saman um hondbóltskvinnurnar, sum hava vunnið seg til EM-endaspælið. Tær eru fyrimyndir fyri okkum øll. Vilji, dirvi og felagsskapur teirra hevur gjørt, at tær nú skulu kappast um at blíva bestar í Europa. Hetta hevur stóran týdning. Ikki bara fyri føroyskan kvinnuhondbólt og Føroyar sum heild, men eisini sum íblástur fyri børn og ung, staðfestir Jens Johan Dam, formaður í Betri.
Betri stuðul letur á hvørjum ári stuðul og peningagávur, sum eru við til at fyribyrgja sjúku, fremja tryggleika – ella gagna samfelagnum í breiðari merking.
- Vit stuðla eisini ítrótti á mangar mátar, tí vit vita, at serstaki felagsskapurin í ítrótti hevur eina sterka fyribyrgjandi megi. Sæð frá einum samfelagsligum sjónarhorni fara ringarnir av hesum avrikinum eisini at breiða seg. Tí fær Hondbóltssambandið hesa gávuna frá Betri Stuðli, soleiðis at hondbóltsvirksemið í Føroyum ikki verður skert av EM-luttøkuni, sigur Jens Johan Dam.
Gunn Ellefsen, forkvinna í Hondbóltssambandinum, fegnast um gávuna og staðfestir, at hetta kemur sera væl við.
- Tað krevur nógv fíggjarliga at vera við til slík endaspøl. Okkara kvinnur standa seg væl, og tað kostar at vera við millum tey bestu. Tí eri eg sera takksom um hesa gávuna frá Betri, staðfestir hon.
Umboð fyri HSF og Betri (Mynd: HSF)
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 25. oktober 2024
Vestmenningar vunnu seinna dystin við fýra málum, og vóru á odda við seks málum, og einaferð sjey málum, í 2. hálvleiki. Westwien vann tó við trimum málum samanlagt. H71 er eisini úti av European Cup
Eftir ein tungan seinna hálvleik í fyrra dystinum fríggjakvøldið og eitt tap á sjey mál, var tað ein stór uppgáva, sum bíðaði vestmenningum leygarkvøldið. VÍF megnaði tó at fáa stóran spenning í, og fólk sótu á nálum gjøgnum seinna hálveik. Tað rakk tó ikki til víðari luttøku.
Tað leikaði javnt á gjøgnum fyrra hálvleik, men móti endanum gjørdu vestmenningar eitt hál, og vóru á odda við trimum í steðginum.
Álopsspælið var væl meira effektvt leygarkvøldið enn í fyrra dystinum, og serliga Dánjal Ragnarsson (10 mál) og Andrias Eriksen (7 mál) vóru í hopla.
VÍF tók sanniliga góðu gongdina við í 2. hálvleik. Westwien byrjaði við at minka um munin, men so skoraði heimaliðið fimm mál á rað. Harvið var +7 til VÍF og púra javnt samanlagt.
Alt riggaði hjá VÍF hesa fyrstu løtuna, men hetta var eisini einastu ferð, at tað var javnvág í. Stórur spenningur var restina av dystinum, tí ofta var munurin um fimm mál á degnum, og tað var eisini +6 til VÍF rímiliga seint í dystinum.
Útiliðið skoraði tó trý av teimum seinastu fýra í dystunum, og steypavinnararnir úr Eysturríki kundu kenna seg lættar aftaná. Føroysku steypavinnararnir kroystu teir í seinna dystinum, og vunnu ein flottan evropeiskan sigur - við fýra málum. Keðiligi annar hálvleikurin í fyrra dystinum kostaði tó VÍF.
H71 tapti við fýra - bert hoyvíkskivnnur eftir í Evropa
Í Italia byrjaði H71 væl, tað var 15-15 í steðginum, men tað varð ongantíð veruligur spenningur um samlaða útfallið.
SSV Brixen skoraði 19 mál eftir steðgin, og vann við fýra málum, eins og í Vestmanna endaði tað 34-30, og samanlagt við ellivu. H71 kom aftur í seinna dystinum upp á 10 mál, men tá man letur 74 mál inn í tveimum dystum, er trupult at koma víðari.
Harvið er European Cup-luttøkan hjá VÍF- og H71-monnunum av. Kvinnurnar hjá VÍF eru eisini úti eftir tap í Italia. Kvinnurnar hjá H71 eru víðari eftir lættar dystir í 2. umfari, og skulu royna seg móti mótsstøðu úr Grikkalandi í november.
European Cup 2. umfar -s einni dystirnir hjá føroysku liðunum
Leygardagin 19. oktober
VÍF - Handball Westwien 34-30 (13-10) - Samanlagt: 56-59
Toppskjútti:
Dánjal Ragnarsson 10 mál
SSV Brixen - H71 34-30 (15-15) - Samanlagt: 74-63
Toppskjúttar:
Brian Slyne 9 mál
Rókur Ziskason 8 mál
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 19. oktober 2024
Hetta vikuskiftið er árliga NEVZA kappingin fyri U19 landslið fyri bæði kvinnur og menn í høllini á Hálsi
Næstu trý árini verður Flogbóltssamband Føroya vertur fyri árligu NEVZA kappingini. Annað hvørt ár, er kappingin undankappingin til U20 Eurovolley kappingina og annaðhvørt ár er kappingin ein vanlig NEVZA kapping.
Føroyar, Ísland, Finnland, Svøríki, Noreg, Danmark og Ongland hava møguleika at luttaka. Í ár er kappingin ein vanlig NEVZA kapping og komandi ár verður talan um eina Eurovolley undankapping.
Føroysku liðini hava fyrireikað seg í eina tíð, og eru bæði liðini fyri kvinnur og fyri menn nú úttikin.
Venjarar hjá U19 kvinnunum, Ragnar í Haraldstovu og Hanna Andriasdóttir Olsen hava úttikið hesar 12 leikararnar til kappingina:
Nicola Toftegaard
Saranja Mouritsen
Bára Leonsson Mouritsen
Marita Heinadóttir
Osla Johannesen
Maria Teresa Vitalis
Arina Joensen
Sofía Weihe Simonsen
Anja Sólja Niclasen
Ása Thorkildshøj
Ranja Jóhannesdóttir Magnussen
Miriam Johannesen (vantar á myndini)
Venjarar hjá U19 monnunum, Boban Ilic og Oleksandr Dmytriiev hava úttikið hesar 12 leikararnar til kappingina:
Tóki í Haraldstovu
Filip Ilic
Elias Ellingsgaard Petersen
Vuk Ilic
Róar í Haraldstovu
Adrian Lind Jacobsen
Árni Lamhauge Mohr
Óli Kluftá Hvítklett
Hákun Nón
Rani Ákason (vantar á myndini)
Silas Poulsen (vantar á myndini)
Lukas Poulsen (vantar á myndini)
Føroyski U19 kvinnurnar leggja fyri fríggjadagin klokkan 10, tá tær hitta Noreg, ímeðan U19 mennirnir leika teirra fyrsta dyst frígjadagin klokkan 13 ímóti Svøríki.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 21. oktober 2024
ÍSF er í hesum døgum á ferð við Jesper Frigast Larsen, ið eitt nú hevði ábyrgd av donsku OL-luttøkuni. Hann og sjálvboðin í føroyskum feløgum leggja fram
- Eg tori at siga, at tey sjálvbodnu eru grundarlagið undir øllum ítróttalívi og øllum ítróttafelagsskapum í Føroyum.
Uttan tey bar einki til. So avgjørdur er Magnus Tausen, varaforseti í ÍSF, sum hevur fingið Jesper Frigast Larsen, ið eitt nú hevði ábyrgd av donsku OL-luttøkuni, til Føroya at tosa um sjálvbodna arbeiðið
Frá 23.-29. oktober er ÍSF á ferð kring landið fyri at seta fokus á stóra og týðandi sjálvbodna arbeiðið.
– Vit eru sera fegin um at hava fingið Jesper Frigast Larsen, til Føroya. Á ein undirhaldandi hátt fer hann at tosa um “Frivillighed under pres” – og hann veit, hvat hann tosar um. Jesper hevur arbeitt innan ítrótt alt sítt lív. Innan danska golfsambandið, sum ítróttarábyrgdari hjá Team Danmark og ikki minst hjá Dansk Idræts Forbund, har hann eitt nú hevði ábyrgdina av OL-luttøkuni hjá Danmark fleiri ferðir.
Á øllum tiltøkunum verður eisini sofaprát við ymisk lokal sjálvboðin, sum greiða frá sínum upplivingum í føroyskum ítróttalívi.
– Eitt av málunum hjá ÍSF er at fjølga um tey sjálvbodnu. Hetta átakið er ein liður í tí. Vistu tit til dømis av, at tey, sum eru virkin í sjálvbodnum arbeiði, eru glaðari í gerandisdegnum, spyr varaforsetin í ÍSF.
Tiltøkini eru ókeypis og eru ætlað nevndarlimum, venjarum, íðkarum, foreldrum og øðrum áhugaðum kring landið. Tey byrja klokkan 19.00 hvørt kvøld og eru umleið tveir tímar.
Tiltøk hava verið á Svangaskarði og í Trongisvági, har Hanna Olsen, Víkingur, og Otto Gram, TB flogbóltur, hava verið umboðandi eldsálir.
Komandi tiltøkini:
Sunnudagin 27. oktober, Skúlin á Giljanesi. Eldsál: Christina Ravnsfjall , 07 Vestur
Mánadagin 28. oktober, Skúlin á Skúlatrøð. Eldsál: Sonja Kjølbro, Klaksvíkar Róðrarfelag
Týsdagin 29. oktober, Kantinan hjá Føroya Tele í Hoyvík. Eldsálir: Jógvan K. Glerfoss, Bragdið & Súsanna Maria Hansen, B36
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 23. oktober 2024
Við sigrinum eru møguleikarnir fyri at sleppa at spæla um bronsumerkini heilt góðir
U19 NEVZA, menn:
Føroyar - Ongland 3-1 (25-21, 23-25, 25-22, 25-23
--
FBF: Eftir at føroyska U19 flogbóltslandsliðið lættliga hevði vunnið fyrsta settið 25-21, tóktist dysturin bert at vera ein avgreiðsluspurningur fyri Føroyar, men so skuldi ikki verða, tí Ongland mentist og vann annað sett 25-23.
Ongland hótti eisini við at taka triðja sett og var á odda 10-6. Føroyar javnaðu tó til 10-10 og løgdu seg á odda 18-13. Leiðslan hvarv tó sum døgg fyri sól, og Ongland javnaði til 19-19 og 20-20. Føroyar otaðu seg kortini framumafttur og vunnu týdningarmikla settið 25-22.
Tó sá einki serligt út í fjórða setti, tá ið Ongland legði seg á odda 10-6 og 13-10. Føroyskt leikbrá hjálpti ikki stórvegis upp á støðuna í fyrsta umfari, men Føroyar megnaðu tó at javna til 17-17 og fara framum 19-17 og eisini 24-20. Tað vísti seg tó at ganga striltið at fáa síðsta stigið til høldar, men við fjórða dystarbóltinum eydnaðist loksins Tóka í Haraldstovu við dundursmassji at fáa sigurin í hús.
Við sigrinum fríggjakvøldið eru møguleikarnir fyri at sleppa at spæla um bronsumerkini heilt góðir. Leygardagin spæla menninir teir báðar írestandi dystirnar í bólkaspælinum: kl. 13 ímóti Íslandi og kl. 19 ímóti Danmark.
Myndir: Sverri Egholm
U19-kvinnurnar spældu eisini í gjár, tær taptu 3-0 móti Danmark
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 25. oktober 2024
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald