Føroyskt frambrot og føroyskar fyrimyndir
Føroysku hondbóltskvinnurnar hava seinastu stóru vikuna skriva søgu í Sveis. Samstundis hava eldri sum yngri víst ein serstakan føroyskan stríðsvilja og laða enn ein varða saman. Føroyska fjøldin vísti seg fram og larmaði seg inn í hjørtu
Tí vóru teir tríggir dystirnir í Basel ikki bert vanligir hondbóltsdystir. Tá kvinnurnar fóru á vøllin, var tað kanska síðst av øllum fyri seg sjálva – tað var fyri Føroyar, fyri familjuna, fyri áskoðarnar og fyri øll sum hugdu at heima: Ikki minst tey ungu
Tað er týskvøld 3. desember. Ein dystur í EM-bólkaspælinum er av, men larmurin og fagnaðurin er so mikið nógvur, at tú skuldi trúð, at hetta var í sambandi við eitt EM-gull – og at tað vóru fjeppararnir hjá vinnandi liðnum, sum heiðraðu tí.
Í roynd og veru vóru hetta teir umleið 400 føroysku fjeppararnir, sum saman við millum annað sveisisku fjepparunum takkaðu føroysku spælarunum fyri samlaða avrikið seinastu dagarnar í St. Jakobshalle. Og kvinnurnar í hvíta og bláa búnanum søgdu eisini takk: Fyri at tær høvdu fingið stuðul, sum helst einki av hinum 24 liðunum í endaspælinum higartil hevði fingið.
Føroyar taptu, júst sum væntað, greitt fyri Danmark. Eftir eina góða føroyska byrjan var tað á veg at verða ljótt, tá ein av EM-favorittunum rann frá síðst í 1. hálvleiki og fyrst í 2. hálvleiki við góðsku og knúsandi effektiviteti. Føroyar saknaðu útvísta verjuskansan Brynju Høj, sum hevði spælt ein framúr dyst tveir dagar frammanundan, og okkara høvdu alt ov stórar trupulleikar við at skora.
Stuðlinum og stríðsviljanum bilti tó einki, og føroyska mótsvarið seinastu smáu tjúgu minuttirnar fekk danska venjaran at taka tvey leikbrá í berari ónøgd. Tað syrgdi eisini fyri, at Føroyar fingu sítt frægasta úrslit nakrantíð móti Danmark í A-landsliðshondbólti hjá kvinnum – á størsta pallinum liðini higartil hava spælt móti hvør øðrum.
Yvirleggjarin skal vera hægri enn at vera nøgdur við níggju-máls tap, líkamikið hvørjum tað er ímóti. Men í 2021 taptu Føroyar við tjúgu málum fyri Danmark í EM-undankappingardysti á Hálsi (19-39), har man av álvara sá út sum ein "lítlasystur", sum ikki megnaði at spæla við stórusystur – serliga í fyrra hálvleiki tá Føroyar bert skoraðu fimm mál. Árið eftir vóru 11 mál á muni í Danmark, men Føroyar skoraðu bert 15 ferðir í Næstved. Í Basel skoraðu Føroyar 24 mál móti teimum reyðkløddu og talið av uppløgdum møguleikum var til, at vit høvdu skorað nakað yvir 30 mál.
Í løtunum eftir dystin týskvøldið snúði tað seg ikki um tal av málum, ella um hvat mistak onkur gjørdi í einstakari støðu. Tað snúði seg um standa saman og takka hvørjum øðrum – kvinnunum fyri alt tað sum tær høvdu lagt á hallargólvið hesar farnu dagarnar og áskoðarunum fyri áhaldandi stuðulin sum rungaði um stóru høllina: Øll føroyingar og øll errin av tí. Tað var ein rørandi løta fyri nógv fólk. Tað var tað sanniliga eisini á júst sama staðið umleið tvey samdøgur frammundan.
Søguligi sunnudagurin í Sveis við 34 málum og mongu tárunum
Tað var sum um, at øll hildu ondini óteljandi ferðir í St. Jakobshalle, meðan kroatisku og føroysku spælararnir stríddust og góvu alt niðri á bláa gólvinum. Tað var javnt og málfátækt allan fyrra hálvleik. Kroatia hevði munin til nakað inn í seinna hálvleiki, men Annika Fríðheim Petersen og verjan frammanfyri henni hildu Føroyum inni í øðrum í EM-endaspælinum.
(Mynd: Sverri Egholm)
Annika bjargaði 17 skotum av teimum 31, sum komu á málið, meðan Aalborg-málverjin stóð har. Eitt bjargingarprosent á 55 prosent og eitt málverjuavrik, sum hóskar til ein so stóran pall: Á høgum evropeiskum stigi. Rakul Wardum, sum eisini spælir í fremstu donsku deildini, var komin inn fyri eina annars vælspælandi Anniku móti Sveis og hevði verið við at vent tí dystinum. Móti endanum av uppgerðini móti Kroatia, tá tað var 17-17, kom nummar 88 við uppruna úr Kyndli inn fyri at royna at bjarga brotskasti. Har var einki at gera hjá kroatiska skjúttanum, og bjargingin skuldi vísa seg at fáa avgerandi týdning fyri, at føroysku kvinnurnar skrivaðu hondbóltssøgu í kókandi høllini hendan fyrsta dagin í desember.
(Mynd: EHF / HSF)
Áðrenn man skuldi framvið 25-ára gamla múrinum úr Hoyvík, so var tað tættlaðaði múrurin í bláum frammanfyri, sum stóð fyri. Brynja Høj og liðskiparin Pernille Brandenborg vóru arbeiðsforkvinnurnar. Um ein kroati royndi at koma framvið, so skuldi tú merkja tað – sjáldan slapp nakar framvið mitt fyri ella hjá meiri kviku spælarunum, sum vardu á bakki og á vongi við stórum ídni. Í einari sterkari symbiosu fluttu tær seg saman. Ágrýtnar og avgjørdar: Her skuldi einki lætt framvið í dag. Føroyska liðið vardi málið, sum var tað hitt dýrasta, man átti. At grýta bóltin uppum ótarnað var ikki sum at siga tað: Og oftari enn ikki, tá tað eydnaðist, so var nummar 1 í gulum fyri.
Føroyar ikki bert vardu framúr væl móti: Í nøkrum førum vann liðið bóltin, fór avstað og revsaði til tíðir ráðaleysu kroatarnar. Jana Mittún sást millum annað í frambroti nakrar ferðir, og seint í dystinum – eftir at Pernille hevði tiltuskað sær bóltin í verjustøðu - sendi júst Jana hin spælaran við samanlagt fimm málum í dystinum Turið Arge Samuelsen avstað. Hon sprintaði, vísti yvirskot og lobbaði bóltin í málið til 14-14. Hetta var eisini mynd uppá dystin: Eitt satt vejrustríð har hvør bóltur merkti nógv, og har tað ongantíð var stórur munur. Kroatiska verjan og málverjin stóðu eisini væl, og serlig mál sum undirhondsskotið (síðuarmurin) hjá Súnu Krossteig Hansen til 13-13 vóru til tíðir neyðug fyri at knekka kotuna.
Seinastu løtuna tyktiskt tað næstan at liggja meira til Føroyar, og eftir nógvar støður við millum annað yvirleggjara eydnaðist Pernille Brandenborg at skora til 17-16, tá beint yvir 54 minuttir vóru spældir: Fyrstu ferð at Føroyar, sum høvdu stríðst í hølunum ella undir liðuni á bronsuvinnarunum frá 2020 allan dystin, vóru á odda. Júst Pernille var samanlagt kanska mest umráðandi og besti spælarin hjá Føroyum í kappingini við sínari altjóða hædd og styrki, sínum kaldleika og dygdum sum strikuspælari/miðverji. Jana Mittún, sum spældi bóltin til hana, misnýtti ov nógvar málmøguleikar í endaspælinum men legði sjálv upp til fleri mál í bólkaspælinum enn nakar annar í allari kappingini. Viborg-spælarin hevur júst havt 21-ára føðingardag.
(Mynd: Sverri Egholm)
Kroatia javnaði í næsta álopinum, og so kom einki mál afturat í dystinum. Eins og Kroatia, tá Rakul bjargaði, høvdu Føroyar møguleikan úr sjey metrum, men yngsti spælarin í hópinum, Anna Elisabeth Halsdóttir Weyhe, rakti stongina. Aðrir møguleikar vóru at fáa fleri enn 17 mál, men føroyska liðið var samanlagt ov óhvasst. Kenslan var, at hendan dystin kundu Føroyar væl vunnið, og nakað eftir dystin var tað ein blanding av stoltleika og at man iðraði seg nakað.
Eftir at Jana Mittún hevði gjørt ein tunnan álopsfeil, tá fimm sekund vóru eftir, var ásannað, at nú skuldi stigið bara í hús, og tá bulgarsku dómararnir bríkslaðu fyri seinastu ferð tustu stríðsfúsu føroysku spælararnir yvir móti "Hvíta Múrinum" í eina horninum í høllini og yvirgav seg í kenslurúsi: Føroysk hondbóltssøga var skrivað hendan sunnudagin í Sveis móti stórfavorittunum úr Kroatia, og klemm, tár og smíl settu dám á løtuna.
Felagsskapurin og framburðurin
Turið Arge Samuelsen segði eftir dystin, at hetta var eitt tað vakrasta, hon hevði verið við til. Tað hevði verið eitt harðvunnið stig, og tað var avgjørt ikki ein vakur hondbóltsdystur í estetiskari merking. Men fyri eitt land við beint niðanfyri 55.000 íbúgvum var hetta stórt – tað størsta úrslitið í føroyskum kvinnuhondbólti nakrantíð.
Hetta var eisini hátíðarhildið á "føroyskan hátt". Kvinnurnar nýttu sína tíð at heilsa uppá familju, vinir og tey sum føroysk og errin vóru. Tað var meira tíð til tað, tá hópurin við venjarum og leiðarum kom at heilsa uppá til eftirveitsluna í Altes Kraftverk. Hetta stóra hølið stutt frá leikhøllini varð nýtt til føroyska upphiting til dystirnar og savningarstað. Stórstuðlar hjá Hondbóltssambandinum skipaðu fyri, og eydnaðist hetta heilt væl. Hýrurin gjørdist heilt góður, føroyskur tónleikur og "felagssangur" var við at seta dám á – EM'arin hjá Terja (við hondbóltsvøllir) var ein av teimum best umtóktu – og fólk komu hvørjum øðrum við, um tey kendust væl áðrenn ella ikki.
Eisini eftir seinasta dystin kom liðið til eftirveitsluna, og tá kundu tær av álvara hugna sær og njóta løturnar. Danski venjarin Claus Mogensen, sum eyðsæð hevur flutt liðið seinastu 18 mánaðirnar, segði eftir javnleikin móti Kroatia, at hetta ikki "bert" vóru fjepparar: Tað var ein felagskapur, sum hevði Føroyar sum aðalmál, og nakað sum hann ikki hevði upplivað so sterkt í sínum hondbóltslívi. Soleiðis verður tað helst, tá man er so mikið nær í einum lítlum landi, og øll geva sítt.
Bæði hjá monnum og kvinnum hava Føroyar liðskipara, sum er uppvaksin í Danmark og tosar danskt vanligt. Tað sær kanska heldur løgið út, og Peter Krogh hevði einki tilkýti til Føroyar, áðrenn hann kom hagar í 2015. Eins og Pernille Brandenborg skilur hann tó alt føroyskt og kann tosa tað. Mamma Pernille er klaksvíkingur, og hon hevur nógva familju í Føroyum. Tá hon kom á landsliðið í 2016, spældi hon í triðbestu donsku deildini. Nú er Pernille í København Håndbold, sum er í topp-fýra í bestu deildini. Sterki strikuspælarin heldur ikki longur, at tað sum so er serligt at spæla móti Danmark: Tað er nakað serligt at spæla fyri Føroyar.
Kvinnulandsliðið hevur havt skiftandi venjarar – eini níggju fastar/fyribils seinastu tíggju árini – men nú síggja Claus Mogensen og Simon Olsen út til at standa fyri støðufesti. Teir eru nærlagdir og tykjast at skilja, hvat Føroyar og føroyskur hondbóltur er og kann verða. Simon hevði nøkur góð ár í H71 og kendi flestu spælararnar væl áðrenn. Eitt ár er eftir av teirra sáttmálum, og vónandi kann framburðurin halda fram: Tað er í øllum førum hent nógv, síðani Føroyar ikki heilt vóru við í dystum, í fleiri ár ikki høvdu skipað virksemi á kvinnusíðuni og har umstøðurnar til tíðir kundu lýsast sum óseriøsar.
Føroyskir ungdómar alsamt fleiri fyrimyndir
Undirritaði vaks upp í Klaksvík í nítárunum og í 00'unum. Tað var í stórveldistíðini hjá Stjørnuni. Mannfólkahondbóltur var ikki serliga seriøsur har longur – minnist ikki tíðina tá besta liðið var í fremstu deildini - so tá man fór í KÍ-høllina at hyggja um vikuskiftið, var tað mest eftir kvinnunum.
Fleiri FM-heiti komu í hús, og Stjørnan var ofta í steypafinaluni. Harvið minnist man nógvar stórar "Stjørnuløtur" í høllini og túrar til serstøku finalurnar. Tað loysir seg ikki at byrja at nevna nøvn, men har vóru frálíkir lokalir spælarar, umframt dugnaligir spælarar aðrastaðni frá sum Stjørnan hevði heintað. Har var ein vinnaramentan, og tað var ein hondbóltskraftdepil: Tá vit spældu við Stjørnuni sum dreingir, so var tað serliga kvinnuliðið, ið var at síggja upp til. Hetta vóru nakrar av fyrstu ítróttarfyrimyndunum.
Fleiri kanningar vísa, at serliga gentur og ungar kvinnur hava tørv á kvinnuligum fyrimyndin – millum annað innan ítrótt. "You need to see it to be it" tók mæta Bille Jean King til. Síðani hava onnur enn tennisspælarin nýtt hetta. Millum annað Eyðvør Klakstein, spælari hjá KÍ-kvinnunum, sum sanniliga nógv kunnu síggja upp til á ymsan hátt, vísir á hetta í grein í Atlantic Review í greining av evninum Hon hevur granskað í evninum, hví so nógvar gentur og ungar kvinnur fella frá í ítrótti. Ein stór orsøk er vantandi fyrimyndir.
So at siga allar á føroyskar kvinnulandsliðnum hava tað til felags, at tær ikki veruliga kundu hava føroyskar landsliðsfyrimyndir sum yngri. Tað var ov langt ímillum, at landsliðið spældi fram til síðst í 2016, tá farið varð í gongd við undankappingarvirksemi aftur. Harvið hava serliga útlendskir spælarar verið fyrimyndir fyri tí heilt stóra.
Tað er ikki fyrrenn seinnu árini, at tað er vanligt, at føroyskar kvinnur fara útum landoddarnar at royna seg. 10 av teimum 18 í EM-hópinum spæla dagliga í donskum hondbólti – harav sjey í fremstu deildini og fleiri við rúkandi framgongd. Flestu av hesum hava lestur og/ella arbeiði við síðuna av, meðan nakrar eru yrkisspælarar. Hetta ber til.
Tað ber eisini til at spæla dagliga í Føroyum, hava krevjandi fulltíðararbeiði og børn, og framvegis gera vart við seg á EM-pallinum. Tað eru Turið Arge Samuelsen, Brynja Høj og Bjarta Johansen dømi um. Tær hava, saman við serliga Pernille Brandenborg lyft nógvar byrðar tungu árini, tá umstøðurnar og hugburðurin vóru øðrvísi. Súna Krossteig Hansen og Annika Fríðheim Petersen, sum nú eru í fremstu røð í Danmark, hava eisini verið við leingi.
Turið og Brynja fara helst ikki at spæla nakran landsdyst afturat, men ein føroysk genta hevur í seinastu vikuni fingið sæð føroyskar kvinnur spælt í einum endaspæli. Nú er eingin ivi um, at har er eitt landslið fyri ungar spælarar, sum veruliga vilja tað – og eitt landslið sum vil nakað. Tí merkir tað, sum føroyskir hondbóltsspælarar hava avrikað seinastu árini so nógv. Múrar eru brotnir niður, so at onnur eisini síggja at tað ber til. Tí vóru teir tríggir dystirnir í Basel ikki bert vanligir hondbóltsdystir. Tá kvinnurnar fóru á vøllin, var tað kanska síðst av øllum fyri seg sjálva – tað var fyri Føroyar, fyri familjuna, fyri áskoðararnar og fyri øll sum hugdu at heima: Ikki minst tey ungu. Tað krevur nógv at verða landsliðsspælari, men um tú ert føroyingur, so ber tað also til at gera seg galdandi: Tað snýr seg fyrst og fremst at trúgva á egnan mátt.
Framtíðin er fyri Føroyum
Hvussu langt hetta røkkur, verða vit klókari uppá næstu árini. Fyrstu fetini inn á stóra endaspælspallin eru tikin, og tað kann gerast ein lykil.
Tað at 24 lond nú koma við til EM hevur hjálpt Føroyum. Annars høvdu vit ikki verið umboðaði – hvørki í Berlin ella í Basel. Men hugsjónin um A-landslið til endaspæl í 2024 hjá framfýsnu persónunum í Hondbóltssambandinum. Hetta er eydnast av nógvum orsøkum, sum vit ikki grava niður í á hesum sinni.
Kvinnurnar vóru nummar 24 av 24 londum áðrenn EM. Tær fingu seinasta tøka plássið. At vinna tveir stórsigrar á Luksemborg er ikki nakað fingramerki fyri stórum framburði. Hetta megnaðu Føroyar tó, og harvið eru fyrstu EM-undankappingarsigrarnir í hús. Tað at spæla upp við Svøríki - sum í undankappingardystinum í apríl - er meira tað, sum man ynskir. Tapini við nøkrum málum móti Íslandi í undankappingini og vantandi hvassleikin har vísir, at Føroyar hava heilt fitt av arbeiði fyri framman.
Málið er ikki at steðga her ella vera nøgd við at vinna á smærri hondbóltstjóðum – ella fyri so vítt at fáa eitt stig í einum endaspæli. Málið er at spæla seg sannførandi í endaspæl og at av álvara gera seg galdandi har við millum annað sigrum. Menninir eru á veg, men teir skulu helst stríðast ein ógvuliga harðan dyst í mars og mai fyri at koma aftur til eitt EM.
Kvinnurnar skulu í vár royna at vinna seg til HM-endaspælið næsta ár. Javnleikurin móti Kroatia og málúrttøkan annars gjørdi, at Føroyar endaði nummar 3 av teimum 4 í bólkinum. Og nummar 17 av teimum 24 londunum í EM-endaspælinum. Hetta var yvir, hvat væntað var áðrenn. Tað var bert í omanfyrinevndu løtu móti Danmark og í álopinum móti Sveis fyrstu 35 minuttirnar, at Føroyar av álvara sóu út sum eitt lið, sum var við fyri fyrstu ferð og hevði tilvenjingstrupulleikar. Síðani reistist liðið aftur – saman – og á einum heilt góðum degi kann man basa Sveis, sum nú spælir meginumfar.
Sunnudagurin 1. desember 2024 í St. Jakobshalle stendur sum ein varði í føroyskari hondbóltssøgu. Nú skal byggjast á hetta. Summar steðga, og nýggjar koma til. Tær sum eru profilar eiga helst bara at gerast betri, tí føroyski miðalaldurin til EM var bert 23,1. Eingin hevði ein yngri hóp. Fólkið er við, og um man framhaldandi arbeiðir rætt, so arbeiðir tíðin fyri føroyskum hondbólti.
Til veitsluna nærhendis St. Jakobshalle aftaná seinasta dystin týskvøldið (Mynd: Sverri Egholm)
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 07. desember 2024
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald