

Leygardagur 15. februar 2025 | Nr. 7 | Árgangur 6 | Kr. 0,00
SíÐa 9
SíÐa 22
SíÐa 6
SíÐa 2
SíÐa 10
SíÐa 8
Nýggj útgáva hvønn leygarmorgun kl. 7
Heimurin gongur eini ótryggari framtíð á møti í løtuni. Fólkaræðið verður avbjóðað á fleiri mótum í nógvum londum, bæði í Evropa og aðrastaðni við.
Fyri tíðina er tað mest politiski boðskapurin, sum kemur úr USA eftir at nýggjur forseti er komin til, sum loypir ótta á okkum. Boðskapir, sum vit ikki fáa at sampakka við okkara fatan av hvussu fólkaræði virkar, og eisini tykist vera í stríð við tað, sum USA higartil hevur staðið fyri, serliga tá tað ræður verju- og trygdarpolitikk.
Hóttanin hjá Donaldi Trump, forseta, um møguliga at gera brúk av vápnamegi til at fáa ræði á Grønlandi og Panamaveitini, er eitt.
Men nú er forsetin farin í beinleiðis telefonsamráðingar við russiska starvsbróður sín, Vladimir Putin, til tess at finna eina loysn á Ukraina-stríðnum.
Boðskapurin hesa vikuna var tann, at teir báðir tveireinir nú fóru undir at finna eina “loysn” uttan at draga Ukraina og hini londini í Evropa við.
Støðan verður av mongum eygleiðarum sammett við tíðina á heysti 1938, tá bretski forsætisráðharrin Neville Chamberlain sigursælur kom heim úr München við einum lyfti frá Adolf Hitler. Týskland skuldi sleppa at varðveita ein part av táverandi Tjekkoslovakia, sum Týskland longu hevði hertikið, aftur fyri at lata vera við at halda áfram við sínum álopssinnaðu atgerðum.
Forsætisráðharrin vísti fram avtaluna og kunngjørdi, at hann nú trúði upp á avtalan fór at føra til “peace for our time”.
Eftirtíðin hevur gjørt gjøldur burtur úr hesi útsøgnini, tí minni enn eitt ár eftir stóð Evropa í ljósum loga, og ringasta kríggj nakrantíð varð brosti á. Avtalan við Hitler var onki verd.
Støðan er ikki heilt tann sama í dag. Tí tað tykist ikki sum um, at Trump í sínum ørindum talar vegna tey evropeisku londini, sum kenna seg hótt av russisku framferðini, men meira er farin í part við fíggindan.
Sjálvandi kann tað ikki koma upp á tal, at farið verður undir friðarsamráðingar um russisku innrásina í Ukraina, uttan at spyrja Ukraina eftir. Tí so er onki at samráðast um.
Um ein stórkonflikt veruliga stendur fyri framman nú góð 85 ár eftir at annar heimsbardagi brast á, vita vit av góðum grundum ikki. Men tað er skiljandi, um fólk og lond eru farin at óttast, tí ófrættakend kennist støðan í heiminum í dag, nú kreftir, sum ikki hava virðing fyri fólkaræðinum eru slopnar framat, og eru í ferð við at áseta eina nýggja og heilt aðra agenda fyri okkara framtíð, har mannatokki og samhaldsfesti ikki tykist vera partur av ætlanunum.
Tað er við ótta, at vit ganga komandi tíðum á møti. Vit kunnu ikki annað enn vóna, at framtíðin ikki verður eins døkk og vónleys, sum hon tykist at vera í løtuni.
Fríður, sum er 50 ára gamal og útbúgvin sivilverkfrøðingur, hevur starvast sum býarverkfrøðingur í Tórshavnar kommunu síðan 2021
Tórshavnar býráð hevur sett Fríð Pállson Dalsgarð í starv sum tekniskan stjóra.
Fríður er 50 ára gamal og er útbúgvin sivilverkfrøðingur. Hann hevur starvast sum býarverkfrøðingur í Tórshavnar kommunu síðani 2021.
Fríður P. Dalsgarð tekur við starvinum beinavegin.
Tekniska fyrisiting er samansett av fimm fyrisitingarligum deildum, umframt sjey rakstrarstovnum. Samanlagt fevnir tekniska fyrisiting um áleið 265 ársverk, harav 46 starvast í fyrisitingini.
Í politiska bygnaðinum hevur tekniska fyrisiting tilvísing til teknisku nevnd, byggi- og býarskipanarnevndina og náttúru- og umhvørvisnevndina.
Átta umsóknir vóru til starvið.
Tórshavnar kommuna
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 14. februar 2025
Heimasíðan atgongumerki.fo krassjaði - 2.500 atongumerki vórðu seld uppá nakrar heilt fáar minuttir
Hóast tað vóru umleið 1.500 atgongumerki fleiri til sølu til hendan dystin, í mun til teir undanfrarnu hjá manslandsliðnum, so gingu ikki nógv fleiri minuttir enn tað hevur gjørt seinastu ferðirnar, til alt var farið.
Heimasíðan atgongumerki.fo krassjaði so at siga beinanvegin, atgongumerkjasølan byrjaði, men fólk sluppu at keypa á tjarnir.atgongumerki.fo.
Heilt stutt eftir klokkan 10, kanska 1-2 minuttir yvir, vóru fólk "sett seg á hvørt einasta setur" - hvør einsakur kundi keypa seks bilettir. Frá klokkan 10:00 gingu í øllum heilt fáir minuttir, so vóru øll sitiplássin heilt farin. Summi vóru inni undir ein minutt aftaná og sóu einki, sum ikki var reytt ella appelsingult.
Nakrar minuttir yvir 10, umleið 7-8 minuttir - vóru umleið 500 pláss atgongumerki eftir - øll standipláss.
Klokkan var at síggja til enn ikki 10:10, tá øll standiplássini - ovast við á hvørjari síðu, vórðu tikin.
Tað vil siga: Undir tíggju minuttir til man ikki kundi seta seg á at keypa nakað atgongumerki til Føroyar-Niðurlond við Tjarnir á almennu atgongumerkjasøluna.
Alment var útselt umleið klokkan 10:20. Tá vóru øll siti- og standiplássini bíløgd og rindaði.
Stórur áhugi fyri fyrsta landsdystinum við Tjarnir, og fyrispurningar og smávegis søla á Facebook er longu at síggja.
Føroyar taka ímóti Niðurlondum í EM-undankappingini mikudagin 12. mars. Tað verður fyri fullsettari høll í Hoyvík.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 14. februar 2025
Vindur spakuliga uppá seg at innflyta vørur við FarCargo
Í góðveðrinum mikudagin lendi farmaflogfarið Eysturoy hjá FarCargo í Vágum. Við í lastini vóru knapt 10 tons av frukt og grønmeti til føroyska marknaðin.
Síðan desember hava regluligir túrar verið, har frukt hevur verið við í lastini á heimferðini til Føroya, upplýsir Hanus Jacobsen, stjóri í FarCargo.
Hann sigur, at tey hava havt túrar við millum trimum til tíggju tonsum av frukt og grønmeti, og sum heild byrjar gongd at koma á.
- Tað kemur spakuliga. Vit hava sett tvey fólk at taka sær av flutningi og av tí sama klára vit betur at bjóða eina tænastu, um ger tað einfaldar at innflyta við okkum, sigur Hanus Jacobsen.
(Mynd: Rúni Højgaard)
Flogfarið hjá FarCargo flýgur millum seks og sjey ferðir um vikuna til Brússel við laksi, sum síðan fer har frá til aðrar marknaðir, serliga til kinesiska marknaðin.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 13. februar 2025
Í næstum letur stjørnukokkurin, sum seinastu árini hevur staðið á odda fyri Koks, upp egna matstovu í Havn
Í næstum letur nýggj matstova upp í Havn. Stjørnukokkurin Poul Andrias Ziska, sum seinastu nógvu árini hevur verið høvuðskokkur hjá Koks, letur egna matstovu upp.
Hesum boðar hann frá á Instagram.
Heitið á nýggju matstovuni er Paz, og staðsetingin verður í Doktara Jakobsens gøtu, á niðastu hædd í 62n Hotel.
- Tíðin er komin til eitt nýtt kapittul - ein sum førir meg aftur til Havnar, har eg eri føddur og uppvaksin. Eg eri ovurfegin at kunngera, at Paz, mín egna matstova í høvuðsstaðnum, letur upp, skrivar Poul Andrias Ziska millum annað á Instagram.
Seinastu árini hevur Koks hildið til í Grønlandi og áðrenn tað frammi við Gjónna og í Kirkjubø.
Hesi støðini hava givið mær møguleika at kanna ráa vakurleikan í náttúruni og trýsta mørkini hjá kulinarisku siðvenjunum og rávørunum, sum eru serstakar fyri hvørt stað.
- At fara frá Koks og hesum serstøku upplivingunum, er ikki lætt, men tað følist sum tíðin er tann rætta. Eg eri sera takksamur fyri ferðina, fólkunum eg havi hitt, og royndunum eg havi lært av hesum fleiri enn tíggju árini sum høvuðskokkur á Koks, skrivar Poul Andrias Ziska.
Borðbílegging letur upp 1. mars.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 13. februar 2025
Liðið og føroyska fólkið skal verða knýtt enn tættari, segði nýggi høvuðsvenjarin á manslandsliðnum á tíðindafundinum
Á tíðindafundi i FSF-hølunum hevur Fótbóltssamband Føroya alment avdúkað, at Eyðun Klakstein verður nýggjur høvuðsvenjari og Atli Gregersen nýggjur hjálparvenjari hjá manslandsliðnum.
- Vit vita, hvat vit fáa við teimum. Eyðun hevur verið við í puljuni allatíðina, og tá ráðgevingarfyritøkan kom við sínum tilmælum, peikaðu vit á Eyðun og Atla.
Soleiðis segði Christian Andreasen, FSF-forseti. Hann staðfesti, at talan hevur verið um eina góða og “rætta” setanargongs.
Eyðun Klakstein fegnast um at fáa álitið. 52-ára gamli klaksvikingurin verður fyrsti fast sett føroyski høvuðsvenjarin í 17 ár.
Eyðun ynskir, at manslandsliðið og føroyska fólkið skal verða knýtt enn tættari saman.
(Mynd: Sverri Egholm)
(Mynd: Sverri Egholm)
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 14. februar 2025
Eyðun Klakstein og Atli Gregersen sleppa sjálvir - innanfyri ávísar karmar - at avgerða restina av toyminum kring A-landsliðið
Á tíðindafundinum í FSF-húsinum í dag varð endaliga kunngjørt, at Eyðun Klakstein verður nýggjur A-landsliðsvenjari, og at Atli Gregersen verður nýggjur hjálparvenjari.
Harvið flyta U21-venjararnir, sum fyribils stóðu á odda fyri A-landsliðnum í ein mánaða í fjør, upp.
Hvørji onnur fólk verða í toyminum er framvegis óvist.
- Hetta er enn nýtt fyri okkum; vit hava júst undirskrivað sáttmálan. Nú fara vit í holt við at hyggja eftir millum annað samanseting av toymi.
Christian Andreasen, forseti, og Eyðun Klakstein vórðu spurdir um toymið, og um tað fer at vera umleið eins stórt og ta undanfarna. Tað var tað størsta, sum hevur verið.
Forsetin segði, at hetta vóru ikki nakrar ásetingar ella sum so krøv um. Har eru tó nakrir karmar, var staðfestingin frá báðum.
- Atli og eg hava fingið nakrar karmar sum vit skulu vera innanfyri, í mun til at seta toymi. Hesar eru vit nøgdir við.
Til Nations League-túrin í mars var bert Geza Turi, málmansvenjari, við frá gamla venjaratoyminum, umframt læknaliga toymi. Tá vóru fysiskur venjari og analytikari nýggir.
Einki stigakrav er til nýggja A-landsliðsvenjaran, staðfesti Christian Andreasen eisini í svari.
Sáttmálin millum partarnar er galdandi í tvey ár - til endan av 2026.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 14. februar 2025
50-ára gamli fyrrverandi KT-leiðarin í fyritøkuni hevur verið fyribils stjóri seinastu mánaðirnar
- Eg fegnist um, at vit hava sett Edvard sum stjóra. Hann hevur sera góðan kunnleika um felagið, flutningsvinnuna eins og um møguleikar og avbjóðingar fyri framman. Eisini hevur hann sum fyribils stjóri víst, at hann er rætta fólkið at mynda felagið og leggja framtíðarkósina til rættis saman við nevndini.
Soleiðis sigur nevndarformaðurin í Posta, Árni Ellefsen, eftir at nevndin endaliga hevur sett Edvard S. Remberg sum stjóra.
Hann gjørdist fyribils stjóri í oktober í fjør, eftir at Hans Jákup Langgaard segði seg úr starvi.
Edvard Remberg var ein av teimum tíggju, ið søktu starvið. Hann tekur við starvinum beinanvegin.
Nýggi fast setti stjórin hevur verið KT-leiðari í felagnum síðani 2014 og hevur verið ein týðandi partur av menningini í felagnum seinastu árini. Hann er 50 ár og búsitandi í Hoyvík.
- Uppgávan fyri framman er spennandi. Posta hevur ein týðandi leiklut í samfelagnum og okkara flutningstænastur eru framkomnar og viðkomandi fyri bæði vinnuna og privatkundar. Saman við starvsfólkunum fari eg miðvíst til verka fyri at tryggja, at vit byggja víðari á góða grundarlagið. Í høvuðsheitum snýr tað seg um at styrkja raksturin, menna post-, flutnings- og filateliøkið og framvegis tryggja góðan starvsfólkatrivnað, sigur Edvard Remberg.
Í síðstu viku kunngjørdi Posta, at man fer at gevast at bera lýsingabløð út. Hetta merkir millum annað, at 12 fólk verða søgd úr starvi.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 11. februar 2025
Seinnapartin mánadagin var omanlop á norðuri í skorunum
Einaferð aftaná middag mánadagin var eitt omanlop norðuri í skorunum við Selnes norðantil á Svínoynni.
At síggja til er talan um eitt stórt omanlop.
(Mynd: Tórik Ábraham Rouah)
- Tað hevur verið sera vátt síðstu tíðina, nógv avfall, og tað er einki at ivast í, at tað er vatn sum er komið niður í sprungur og hvørt av sínum, og hevur samlað seg so mikið nógv, at nú var eitt ordiligt omanlop, sigur Regin Meyer Olsen, ein av festarunum, við útvarpið.
(Kort: Føroya kort)
Øgiligt rok var frá omanlopinum, og millum annað Tórik Ábraham Rouah sá hetta úr báti sínum. Sí videobrot á Instagram-vanganum hjá Tórik.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 10. februar 2025
Tað gingu bert nakrir tímar frá handtøkuni við Eystaru Bryggju til útlendska kvinnan hevði fingið dóm í Føroya rætti
Javnan gongur fitt av tíð ella heilt long tíð frá handtøku til ein dóm í Føroya Rætti, men týsdagin gekk skjótt.
Hetta hongur millum annað saman við, at handtikni persónurin játtaði seg sekan.
Kringvarpið skrivar, at talan var um eina útlendska kvinnu í 50'árunum. Illgruni var um hana, tá kvinnan kom við Norrønu.
Viðføri varð kannað, og har funnu tollararnir hassj.
Mongdin var heili átta kilo. Fyri hetta varð tann handtikna dømd í Føroya Rætti seinnapartin týsdagin.
Revsingin var eitt ár - talan er um trytaleysan dóm, og sambært løgregluni skal hon sita dómin í Danmark.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 12. februar 2025
Við ársbyrjan vóru 2.700 fleiri húski enn fyri tíggju árum síðani, og í teimum flestu búgva eingi børn
Við ársbyrjan vóru góð 19.600 húski í Føroyum. Tað er 321 fleiri enn fyri einum ári síðani, og umleið 2.700 fleiri enn fyri tíggju árum síðani, skrivar Hagstovan.
Seinastu tíggju árini er fólktalið eisini vaksið við yvir 6.000 fólkum, og av teimum 2.700 húskjunum, sum eru komin afturat í hesum tíðarskeiðnum, eru um 45 prosent støk húski. Við ársbyrjan var talið á støkum húskjum 5.300. Hetta merkir, at tað býr bert ein persónur í umleið fjórða hvørjum húski í Føroyum.
Næststørsti húskisbólkur, sum er nærum líka stórur sum tey støku, er húski við tveimum vaksnum og ongum børnum. Við ársbyrjan vóru tey góð 4.900 í tali.
Hagstovan skrivar, at í miðal eru beint undir trý fólk í hvørjum húski, men í umleið tveimum triðingum av teimum eru eingi børn.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 14. februar 2025
- Uppskotið frá Kommunala Arbeiðsgevarafelagnum var ein long røð av krøvum, um at okkara limir skuldu geva frá sær vunnin rættindi uttan at fáa nakað afturfyri, sigur Mary Antonsdóttir
Tað gjørdist sanniliga ikki drúgt hósdagin, tá Kommununala Arbeiðsgevarafelagið legði fram eitt uppskot um sáttmálasemju við Heilsuhjálparafelag Føroya.
Fundurin vardi bert tjúgu minuttir - og ikki tí semja beinanvegin kom uppá pláss.
Eftir at hava hugt eftir uppskotinum sleit Mary Antonsdóttir fundin. Forkvinnan í Heilsuhjálparafelag Føroya greiðir frá, at hon sá eina langa røð av krøvum, um at limir felgsins skuldi geva frá sær vunnin rættindi uttan at fáa nakað afturfyri.
Harvið slitin fundur - og fyribils slitnaðar samráðingar. Eingin nýggjur fundur er á skrá millum partarnar verður staðfest. Samráðingar hava annars verið í fýra mánaðir.
- Okkara limir røkja nakrar av mest viðbreknu uppgávunum í samfelagnum, tí gera vit einki í óðum verki. Men hetta uppskotið, ið kom á borðið í dag, ger seg somikið nógv inn á okkara rættindi, at har var einki grundarlag at samráðast víðari. Nú umhugsa vit næsta leik væl og virðiliga, sigur Mary Antonsdóttir.
Kommunala Arbeiðsgevarafelagið hevur enn ikki meldað nakað út. Sáttmálin millum partarnir eru gingin út.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 13. februar 2025
Myndir úr plantasjuni og miðbýnum
Tiltakið Huldulitt varð í Havn í síðstu viku. Partur av tiltakinum vóru ljósuppsetingar í eitt nú miðbýnum og í plantasjuni.
Ólavur Frederiksen, Faroephoto, var ein túr við myndatólinum. Fleiri myndir síggjast her.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 08. februar 2025
Vinnarin av gyltu standmyndini gjørdist stuttfilmurin “Halt um meg”, sum Maria Winther Olsen hevur leikstjórnað
Sjey stuttfilmar kappaðust um ársins Geyta, sum var í Norðurlandahúsinum leygarkvøldið.
Vinnarin av gyltu standmyndini gjørdist stuttfilmurin “Halt um meg”, sum Maria Winther Olsen hevur leikstjórnað. Maria fekk tíverri ikki verið við til handanina av Geytanum, so filmsliðið tók ímóti virðislønini.
Julia í Kálvalíð (Mynd: Finnur Justinussen)
Tey tilnevndu (Mynd: Finnur Justinussen)
Áskoðaravirðislønina vann stuttfilmurin “Faðir mín Faðir”, sum Julia í Kálvalíð hevur leikstjórnað.
Runavíkar kommuna er stuðul til Geytavirðislønina, ið er 40.000 kr., og Tórshavnar kommuna er stuðul til áskoðaravirðislønina, ið er 30.000 kr.
Stuttfilmskappingin Geytin er eitt samstarv millum Filmshúsið og Norðurlandahúsið.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 09. februar 2025
80-100 sjálvboðin verða tilvildarliga vald til tiltakið, sum verður í ár fyri sjeyndu ferð. Tað er á skránni 1.-3. mai, og verður arbeiði gjørt í níggju ymiskum støðum
Fyri sjeyndu ferð skipar Visit Faroe Islands aftur fyri árliga átakinum, Closed for Maintenance í tøttum samstarvi við kommunur, kunningarstovur og onnur.
Áhugin at taka lut í átakinum hevur altíð verið stórur og heimasíðan hjá VFI hevur hvørja ferð verið undir stórum trýsti, og onkuntíð “krasjað” tá vit hava latið upp fyri tilmeldingum.
Teir 48 tímarnar tilmeldingin er opin, plaga um 5.000 fólk at tekna seg, men í ár komu meiri enn 15.000 tilmeldingar uppá tveir dagar, sum er nýtt met. Burturúr rúgvuni verða 80-100 útlendsk sjálvboðin tilvildarliga vald at taka lut.
Closed For Maintenance verður brúkt sum fordømi innan ferðavinnuna kring allan heimin og hvørt ár eru fleiri miðlar sum vilja til Føroyar at fortelja søguna, hóast átakið hevur nógv ár á baki.
Orsøkirnar eru fleiri; hetta er eitt fordømi tá tað snýr seg um sonevnda “regenerativa” ferðavinnu, t.e. ferðavinna, sum ikki bara hevur burðardygd ella tað, at varðveita sum endamál, men sum miðar eftir at endurbøta ella menna vitjunarverd støð. Átakið kastar eisini ljós á eitt altjóða rák, sum prógvar, at fólk vilja hava meiningsfullar ferðir, koma í samband við onnur og leggja nakað gott eftir seg. Closed for Maintenance verður eisini javnan brúkt sum dømi, tá tosað verður um ferðavinnumenning sum heild. Tað er eitt ítøkiligt dømi um, hvussu marknaðarføring og menning kunnu ganga hond í hond og hvussu vit við ítøkiligum átøkum kunnu fáa tey “røttu” ferðafólkini á vitjan.
- Átakið er á ein hátt vorðið flaggskipið hjá Visit Faroe Islands í arbeiðinum at menna eina væl skipaða og burðardygga ferðavinnu í Føroyum. Hetta er eitt árligt høvi at tosa við fólk kring landið um ferðavinnuna og hvussu vit saman kunnu fyrireika náttúru og bygdir til vitjandi og hvussu vit taka hond um avbjóðingar, áðrenn tær vaksa seg ov stórar. Átakið hevur stóra savningarmegi og er ein effektivur miðil til at skapa samstørv um átøk, sum geva meining. Tí eru vit serliga fegin um hetta átakið og tí endurtaka vit tað ferð eftir ferð, sigur Guðrið Højgaard, stjóri á Visit Faroe Islands.
Closed for Maintenance verður 1.-3. mai, og verða 9 ymiskar verkætlanir við í ár: Koltur, Nólsoy, Bøur, Tvøroyri, Gøta, Við Gjógv, Leynar, Skopun og Tórshavn.
Tað er týdningarmikið at fáa so nógv føroysk sjálvboðin at taka lut sum gjørligt. Tað gevur átakinum eina nógv betri góðsku, tí føroyingarnir kenna lokalu umstøðurnar og gera arbeiði nógv lættari. Eisini eru føroyingarnir umboðsfólk, sum kunnu greiða frá og geva øllum eina munandi betri uppliving og fáa alt at ganga upp í eina hægri eind.
Tilmeldingin fyri føroyingar letur upp um mánaðarskiftið mars/apríl.
Visit Faroe Islands
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 11. februar 2025
Ólavur Ellefsen varð afturvaldur sum formaður fyri stýrið, og Niels Winther varð valdur sum næstformaður
Djóni Nolsøe Joensen, landsstsýrismaður, hevur í vikuni havt sín fyrsta fund við nýggja stýrið fyri Fróðskaparsetur Føroya. Hesin fundur var samstundis fyrsti fundurin ímillum nývaldu limirnar í stýrinum.
Stýrið varð sett tann 1. januar í ár fyri eitt fýra ára skeið, sum er frá 1. januar 2025 til og við 31. desember 2028. Stýrislimirnir eru ein samanseting av nývaldum og endurvaldum limum, við breiðum og hollum fakligum royndum, leiðsluroyndum úr tí privata og almenna sektorinum, og við royndum innan gransking.
Í stýrinum eru:
Ólavur Ellefsen, stjóri í Flowcore (afturval)
Varalimur: Steinbjørn Hardlei, verkætlanarstjóri á Barnaverkætlanini
Niels Winther, stjóri í Vinnuhúsinum
Varalimur: Birita Wardum, býararkitektur í Tórshavnar Kommunu
Anders Bjarklev, rektari á Danmarks Tekniske Universitet (afturval)
Varalimur: Elena D’Amelio, professari í miðlafrøði á universitetinum í San Marino og serfrøðingur í European Higher Education Area
Elaine Munthe, dekanur á Kunnskabssenter for utdanning og professari í pedagogikki á universitetinum í Stavanger (afturval)
Varalimur: Ragnheiður H. Magnúsardóttir, stjóri í Maggar í Íslandi og serfrøðingur í tøkni og íverksetan
Limir og varalimir eftir tilmæli frá Fróðskaparsetri Føroya:
Annika Helgadóttir Davidsen, adjunktur í sálarfrøði, Deildin fyri Heilsu- og Sjúkrarøktarvísindi
Varalimur: Sigurd Christiansen, adjunktur í evnafrøði, Náttúruvísindadeildin
Sonja Olsen, ph.d.-vísindastarvsfólk í námsfrøði, Námsvísindadeildin
Varalimur: Regin Djurhuus Hammer, ph.d.-vísindastarvsfólk í búskaparfrøði, Søgu og samfelagsdeildin.
Harriet Felicia Reistad Dam, lesandi á Náttúruvísindadeildini
Varalimur: Sigmund Zachariassen, lesandi á Søgu- og samfelagsdeildini
Barna- og útbúgvingarmálaráðið
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 14. februar 2025
Avtala er gjørd við Runavíkar kommunu um, at konsertir vera í ár, í 2026 og í 2027
Síðsta vikuskiftið skrivaðu Tórbjørn Jacobsen og Hans Petur í Brekkunum undir samstarvsavtalu millum Runavíkar kommunu og Føroya Symfoniorkestur.
Avtalan er galdandi fyri tey næstu trý árini og inniber, at orkestrið fer at hava konsert í Runavík í 2025, 2026 og í 2027. Avtalan er galdandi til 31. desember 2027.
Hetta skrivar Runavíkar kommuna á heimasíðu sínari.
Fyri Runavíkar kommunu er høvuðsendamálið við avtaluni, at man regluliga kann bjóða sínum borgarum klassiskan tónleik á hægsta stigi.
Við hesum fær FSO eisini møguleikan at spæla í Løkshøll, sum eisini er ein liður í ætlanini hjá orkestrinum at fara kring um landið at spæla.
Tá Løkshøll varð bygd, varð atlit tikið til, at hon skuldi kunna hýsa symfoniorkestrinum.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 11. februar 2025
Í tvey áratíggju hevur danski ljómborðsgandakallurin ment seg til eina heimsstjørnu. Hann kemur við bólki til Føroya í summar at spæla á Gøtusandi
Heimsstjørnan Trentemøller breyt ígjøgnum við útgávuni “The Last Resort”, og serliga lagið “Moan” gjørdist sera kent.
Ljóðborðsgandakallurin hevur latið úr hondum fleiri útgávur, og boð hava verið eftir honum at endurmiksa tónleik hjá Tricky, Depeche Mode og The Knife, fyri bert at nevna nøkur av teimum fleiri enn hundrað endurmiksunum, hann hevur gjørt.
Í tvey áratíggju hevur hann framhaldandi ment seg, og spælir í dag ótrúligar konsertir alla staðni. Á pallinum fara vit at uppliva Anders Trentemøller við bólki sínum, hvørs limir eita Dísa Jakobs, Silas Tinglef, Brian Batz og Jacob Haubjerg.
G! Festivalurin verður í Syðrugøtu 17. til 19. juli.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 11. februar 2025
Hon er langtsíðani vorðin ímyndin av føroyskum tónleiki. Hon er helst okkara fremsti ambassadørur, og í ár sleppa vit at hoyra hana á Tórsfest í hjartanum í Havn
Tað er nú eydnast fyriskiparunum av Tórsfest, at fáa Eivør at framføra á árligu summarveitsluni beint fyri ólavsøku.
Tórsfest skrivar í tíðindaskrivi í dag, at áhoyrarar í fleiri hava umbiðið hana, og nú bar til. Eivør er uttan iva millum føroya fremstu tónlistafólk. Longu sum blaðung varð tað greitt, at her var ein songkvinna, sum ikki var sum hinar. Hon er so gávað, at hon telist millum tær bestu í heiminum. Rødd hennara er so ófatiliga rein og klár, og hon kann fúka upp í hæddirnar, umframt at dykka niður í ein myrkan klang. Og so er Eivør eisini óvanliga dugnalig at smíða løg. Tónleikur hennara er sera væl dámdur, og risahittið “Trøllabundin” hevur heilar 31 milliónir spælingar á Spotify.
Í fjør lat Eivør úr hondum útgávuna “Enn”. Útgávan spennur tónleikaliga víða, men í miðdeplinum er sveimandi røddin hjá Eivør. Danski tónleikamiðilin Gaffa skýrdi útgávuna at vera eitt meistaraverk, og Distorted Sound Magazine gav útgávuni 9 av 10 møguligum. Umframt at geva út tónleik í egnum navnið, er Eivør eisini virkin innan filmstónleik og at leggja songrødd til telduspøl.
Har Eivør framførir, har hugtekur hon. Í fjør leiddi tónleikur hennara hana allan vegin til Avstralia, og í skrivandi løtu er hon á turné í Amerika og Kanada.
Tórsfest verður risastórt í ár. Frammanundan er longu greitt, at Gavin DeGraw eisini fer at framføra á Tórsfest, og fleiri stór nøvn verða kunngjørd í næstum.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 10. februar 2025
Russland fer at halda Føroyar og Grønland uttan fyri fyri ikki at øsa amerikanarar, metir FET
Føroyar og Grønland eru ikki í eins stórum vanda at enda í kríggi móti Russlandi, sum Danmark og onnur lond á evropeiska meginlandinum eru.
Hetta er ein av niðurstøðuni hjá Forsvarets Efterretningstjeneste, FE, sum týsdagin kunngjørdi eina hóttanarmeting, sum sigur at vandi er fyri at Russland fer at gera seg hernaðarliga inn á onnur lond í Evropa.
FE tekur útgangsstøði í einum scenario, har kríggið í Ukraina støðgar, ella at núverandi støða í Ukraina verður fastfryst.
So fær Russland møguleika til at leysgeva hernaðarmegi til at fara undir hernaðarligar atgerðir í øðrum grannalondum. Innan fyri eitt styttri áramál verður mett, at vandi er fyri, at okkurt grannaland hjá Russlandi, sum er limur í Nato, kann verða útsett fyri einum russiskum álopi, og seinni eisini onnur lond í Vesturevropa.
Fortreytirnar fyri hesi metingini hjá Forsvarets Efterretningstjeneste er, at Nato-londini ikki dubba seg hernaðarliga á sama støði, sum Russland ger, og at USA í komandi árum ikki fer at blanda seg upp í krígshóttanir í Evropa.
Men váðametingin fyri Grønland og Føroyar eru øðrvísi.
Vandin fyri hernaðarligum russiskum atgerðum her er nógv minni, tí Russland er ikki sinnað at øsa USA, skrivar dr.dk.
Metingin viðvíkjandi Grønlandi og Føroyum ljóðar orðarætt soleiðis á upprunamálinum:
“Truslen om et regulært militært angreb mod Grønland og Færøerne adskiller sig fra truslen mod Danmark, da Rusland med stor sandsynlighed ser Grønland og Færøerne i en nordamerikansk kontekst. Det betyder, at Rusland ikke nødvendigvis vil inddrage Grønland og Færøerne i en europæisk konflikt, og at landets strategiske interesse i området er mere knyttet til dets forhold til USA end til Europa. Rusland vil sandsynligvis være opmærksom på, at en konflikt med USA ville have langt større konsekvenser end en konflikt med et enkelt eller flere europæiske lande.”
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 11. februar 2025
Fyrrverandi Hvítanes, sum í dag kallast Inuksuk l, er á veg til Føroya
Fyrrverandi Hvítanes, sum í dag kallast Inuksuk l hevur sett kós móti Føroyum, har trolarin nú skal skrásetast aftur.
Inuksuk l loysti úr Kanada týsmorgunin, og verður í Føroyum tíðliga í næstu viku, har skipið skal yvirtakast.
Inuksuk l skal fiska rækjukvotuna, sum Thor eigur frá Kappanum.
Inuksuk l er bygdur á Skála Skipasmiðju í 1987, og fekk tá navnið Hvítanes. Skipið bleiv selt av landinum í 1993.
Reiðaríið ynskir ikki at upplýsa hvat skipið er keypt fyri ella hvat nýggja navnið verður á skipinum, sum nú aftur fær heimstað í Føroyum.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 11. februar 2025
Hetta er 11. ferð, at Sjóvinnustýrið velur ársins skip
Sjóvinnustýrið hevur kosið ársins skip í FAS í 2024, og vinnarin gjørdist Sjóborg hjá Skansi Offshore.
Kongsborg, eisini hjá Skansi Offshore, gjørdist nummar tvey, meðan Brúarfoss hjá Eimskip fekk triðja pláss.
Sjóborg hevur verið í topp trý seinastu trý árini, og tók í ár fremsta pláss. Hetta ber boð um eitt støðugt høgt góðskustøði hjá bæði manning og reiðaríi. Við bæði fyrsta og øðrum plássi í kappingini prógvar Skansi Offshore seg sum eitt væl rikið reiðarí, skrivar Sjóvinnustýrið í tíðindaskrivi.
Hvítilisti hjá Paris MoU hevur avgerandi týdning fyri bæði FAS og føroyska kappingarførið. Tí fegnast Sjóvinnustýrið um, at manningar og reiðarí leggja stóra orku í at reka skipini trygt og væl.
Átakið “Ársins skip” hjá Sjóvinnustýrinum hevur til endamáls at eggja til fullfíggjaðar mannagongdir og góða atferð umborð, samstundis sum vit vilja viðurkenna tey, ið gera eitt framúr gott arbeiði.
Vinnarin verður heiðraður við heiðursbrævi.
Ársins skip er tað skipið, sum kann vísa á besta rakstrarúrslitið í árinum, sum fór. Rakstrarúrslitið verður funnið við at hyggja at úrslitunum frá havnastatseftirliti (Port State Control) seinastu trý árini.
Um fleiri skip hava somu avrik, trekkir tað upp, at skipið eingi punkt ella viðmerkingar hevur í klassaskjølunum ella onga viðmerking hevur fingið frá øðrum eftirlitsmyndugleikum.
Hetta er 11. ferð, at Sjóvinnustýrið velur Ársins skip:
2024: Sjóborg
2023: Svitzer Hymer
2022: Svitzer Hymer
2021: Hav Nes
2019: Vinga Safir
2018: Fure Ferder
2017: Fure Nord
2016: Fure Nord
2015: Northern Ocean
2014: Norrøna
2013: Nordjarl
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 10. februar 2025
Ungu samtíðardansararnir fingu gávugóðs úr Grunni Thorvalds Poulsen av Steinum
Seinnapartin leygardagin var hátíðarhald á Fróðskaparsetri Føroya, tá ungu samtíðardansararnir, Rannvá Guðrunardóttir Niclasen og Vár Bech Árting, fingu gávugóðs úr Grunni Thorvalds Poulsen av Steinum.
Tær fingu 30.000 krónur í part.
8. februar er føðingardagur Thorvald Poulsens av Steinum, og á hesum degi á hvørjum ári verður peningagáva úr grunni hansara latin ungum listafólki fyri stuðla teirra listaligu menning og útbúgving.
Í ár varð gávugóðsið latið samtíðardansarunum, Vár Bech Árting og Rannvá Guðrunardóttir Niclasen, sum longu hava víst framúrskarandi listalig evni og framtakshug.
Blaðungar fóru tær at dansa og vísa áhuga fyri samtíðardansi sum listagrein. Síðani 2021 hevur RIVA, dansibólkurin við teimum báðum á odda, staðið fyri seks verkætlanum.
Í 2024 tóku tær tikið stig til “bydans”, ið er fyrsti føroyski samtíðardansifestivalurin, við verkum úr fleiri Norðurlondum.
Vár og Rannvá hava víst áhuga fyri útbúgving í dansi og tikið útbúgving á BA-stigi og diplomstigi, ávikavist í 2019 og 2021.
Við gávugóðsinum vil Grunnur Thorvalds Poulsen av Steinum eggja teimum til at halda fram við at útbúgva seg og menna samtíðardans sum listagrein í Føroyum.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 08. februar 2025
Tað eydnaðist ikki Karli at vinna heiðurin sum Mr. Paradise
- Eg eri ekstremt skuffaður. Eg standi og smíli og haldi maskuni, og man kann jú ikki reagera, sum eg havi hug til at reagera, men eg eri súrur.
Tað segði Karl Weihe tá tað varð greitt, at Theis Horndrup vann heiðurin sum Mr. Paradise frammanfyri nøsini á sandavágsmanninum.
Myndin av Karli Weihe, sum er tikin í sambandi við kappingina um Mr. Paradise (Mynd: Viaplay)
Avgerðin fall í partinum, sum varð vístur hósdagin, sum innihelt eitt sonevnt catwalk og eina framførslu.
Fyrrverandi unnustan hjá Karli, Christel Trubka, fekk heiðurin sum Miss Paradise.
Tær tríggjar sum luttóku í kappingini um Miss Paradise. Christel Trubka til høgru vann (Mynd: Viaplay)
At vera við í kappingini um hendan heiðurin er nakað, sum 25 ára gamli Karl Weihe hevur droymt um.
- Eg kenni meg so hepnan at eg sleppi at vera við í Mr. Paradise. Hetta er sum ein dreymur fyri meg, so eg skuldi vera við, sigur Karl Weihe, sum var ein av teimum trimum dreingjunum á hotellinum, sum slapp at luttaka hesaferð.
Karl Weihe fekk harða mótstøðu frá Theis Horndrup til vinstru og Lucas Bucardi í miðjuni (Mynd: Viaplay)
Spælið og dramartikkurin heldur fram, og við sigrinum hjá teimum báðum Theis og Christel, fylgir ein fyrimunur av onkrum slag.
Paradise Hotel sæst á Viaplay. Nýggir partar koma út týsdag, mikudag og hósdag.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 14. februar 2025
Vandi er fyri, at hýggj kemur í vøruna orsakað av einum feili í pakninginum, sigur Heilsufrøðiliga Starvsstovan
Eitt slag av vistfrøðiligum fruktsopa - ella smoothie - til børn, sum er selt í føroyskum handlum, verður nú afturkallað.
Orsøki til afturkallingina er vandin fyri, at hýggj kemur í vøruna orsakað av einum feili í pakninginum, skrivar Heilsufrøðiliga Starvsstovan.
– Tað er ein feilur við munnstykkinum á vøruni, sum ger at luft kann koma inn í vørupakningin. Hetta viðførir at drykkurin yvir tíð kann modna. Vøra sum ótilætlað er moðin er ikki egna sum matvøra.
Tað er fyritøkan Gaia Food A/S, sum afturkallar vøruna:
Rema1000 økologisk banan, hindbær & æble smoothie med havre
Nettovekt: 90 g
Framleitt: 24.01.2025
Best fyri: 24.01.2026
Lot nr.: M025
EAN-strikukota 5 705 830 011404
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 08. februar 2025
Svenski forsætisráðharrin helt sunnukvøldið røðu fyri tjóðini, har hann umrøddi skottilburðin týsdagin
Sviar hava eina felags ábyrgd av at ansa eftir Svøríki.
Tað segði svenski forsætisráðharrin, Ulf Kristersson, tá hann sunnukvøldið helt røðu fyri tjóðini í kjalarvørrinum á skottilburðinum á einum skúla í Örebro týsdagin, har 11 fólk vórðu dripin
– Vit kunnu vera ymisk og hava ymiskar áskoðanir, men tað er okkara felags ábyrgd at byggja hetta landið og ansa eftir tí. Serliga tá alt tykist dapurt, segði Kristersson.
– Har er bara eitt Svøríki. Ikki eitt vit og tey. Ikki ung ella gomul. Ikki fødd her ella fødd uttanalnds. Ikki frá bygd ella býi. Ikki høgra ella vinstra.
Svenski forsætisráðharrin umrøddi skottilburðin sum tann ringasta í svensku søguni.
– Alt Svøriki syrgir saman við tykkum, segði hann, tá hann vendi sær beinleiðis til avvarðandi hjá teimum, sum lótu lív týsdagin.
Hildið verður, at drápsmaðurin var ein 35 ára gamal maður, sum var fyrrverandi næmingur á Rigsbergska-skúlanum. Hann varð funnin deyður av løgregluni á skúlanum. Frammanundan vórðu 10 onnur fólk dripin, skrivar Ritzau.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 10. februar 2025
Bannið móti at brúka plastsúgvirør er láturligt heldur amerikanski forsetin
Nýggi amerikanski forsetin, Donald Trump, hevur sett sína undirskrift undir enn eina løgskipan.
Hann ynskir nevniliga at fáa súgvirørini úr plastikki aftur.
- Vit fara aftur til plastsúgvirør. Papprørini rigga ikki. Um okkurt er heitt, halda tey ikki. Bert minuttir. Viðhvørt í sekund. Tað er láturligt, segði hann, tá hann setti undirskrift sína undir løgskipanina, sum avlýsir boðini frá Joe Biden um at banna súgvirør úr plasti á almennum skrivstovum.
Samstundis ivast Trump í, um nýtslan av plastsúgvirørum hevur nakra ávirkan á havumhvørvið.
Í 2018 vísti ein kanning, at helmingurin av øllum skjaldbøkum í Miðjarðarhavinum høvdu plast í kroppinum. ES metir, at tað er meira enn 150 milliónir tons av plasti í heimsins høvum, og at hetta er til stóran ampa fyri djóralívið, skrivar dr.dk.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 11. februar 2025
Tað gekk afturá í 47 londum í mun til árið fyri
Danmark er framvegis heimsins minst korrupta samfelag. Nýggjasta uppgerðin hjá Transparency International gevur aftur í ár Danmark 90 av 100 møguligum stigum, og tað er tað besta sum nakað land fær í uppgerðini fyri 2024, og Danmark kann sostatt breggja sær av at vera heimsins minst mutraða, siðspilta ella korrupta land. Danmark hevur nú liggið ovast á hesum listanum í sjey ár á rað.
Finnland liggur aftur í ár á øðrum plássi við 88 stigum, sum er eitt stig betri enn árið frammanundan.
Síðan kemur Singapore við 84 stigum, Ný Sæland við 83 stigum, Luksemburg, Noreg og Sveis við 81 stigum, Svøríki við 80 stigum, Niðurlond við 78 stigum og Avstralia, Ísland og Írland við 77 stigum.
Finnland, Singapore, Luksemburg og Ísland eru farin fram í Stigum, meðan Ný Sæland, Sveis, Svøríki, Niðurlond og Avstralia eru farin nakað aftur.
Ikki færri enn 47 lond hava verri meting í 2024 í mun til árið fyri. Teirra millum eru Týskland (75), Frakland (67), USA (65), Ungarn (41) og Russland (22).
Miðal stigatalið fyri øll 180 londini, sum eru við í kanningini, liggur um 43 stig.
Niðjast á listanum liggur Suðursudan, sum sambært Transparency International er heimsins mest korrupta land við 8 stigum.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 11. februar 2025
Drongurin sló óbodna gestin tvær ferðir við einum hamara. Løgreglan í danska býnum Herning sigur, at talan var um neyðverju í "Home Alone líknandi málinum"
Ein heldur margháttiligt hending fór fram í Midtjyllandi mánadagin seinnapartin. Ein sum minnir nakað um Home Alone.
Ein innbrotstjóvur breyt inn í eini sethús í Hammerum, sum er í eystara parti av Herning.
Tey vaksnu vóru til arbeiðis, men tað sum tjóvurin helst ikki hevði hugsað um er, at tað er vetrarfrí hesa vikuna í Danmark.
Ein 12-ára gamal drongur var inni. Hann sá, tá tann óbodni slapp inn gjøgnum terassuhurðina. Tann vaksni sá tó ikki tann unga, sum so gjørdi bart.
Hann hevði fingið fatur á einum hamara, og við fyribils vápninum smekkaði hann 12-ára gamli til.
Hamarin rakti, har sum mannfólk sum heild fyri alt ikki vilja verða raktir: Millum beinini. Tjóvurin eymkaði seg nógv, og varð síðani sligin aftur - hesaferð á økilin.
Umboð fyri løgregluna í Herning sigur, at tann vaksni síðan nýtti ein eið og slapp sær til rýmingar.
Harvið megnaði drongurin at standa væl ímóti í einari støðu, ið var ógvuliga trupul, og sum merkti hann nakað aftaná. At sláa onnur við hamar er sjálvandi ikki vanliga í lagi, men her var talan um neyðverju, staðfestir Erik Kristensen fyri TV MIDTVEST.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 11. februar 2025
Áhugin fyri Niðurlond - Føroyar 16. mars er stórur, men sum útgangspunkt koma ikki fleiri føroysk atgongumerki til dystin. Tó heitir HSF á áhugaðar føroyingar um at skráseta seg, um atgongumerki brádliga gerast tøk
Áhugin fyri landsdystinum í Almere ímóti Niðurlondum er sera stórur, og í løtuni hava eini 700 føroyingar tryggja sær atgongumerki til dystin.
Soleiðis skrivar Hondbóltssamband Føroya á heimasíðu sínari.
Tað er ógvuliga óvanligt, at so nógvir áskoðarar fara til útidyst hjá einum føroyskum liði í einari undankapping. Í hesum førum vera tó tvey leiguflogfør út Vágum til Amsterdam, og nógv vilja uppliva føroyska manslandsliðið í spennandi uppgerð.
Hondbóltssambandið hevur fingið nógvar fyrispurningar - eisini frá fólki sum ætla úr Danmark. Nú kunnar HSF tó um, at " tey tíverri ikki fara at fáa fleiri atgongumerki til dystin".
Har er tó ein lítil vón enn hjá føroyskum fjepparum, sum ikki hava fingið atgongumerki enn. Tað er at royna at gera eina skráseting.
- Tey (í niðurlendska hondbóltssambandinum, red.) heita tó á allar føroyingar, ið hava áhuga í at keypa atgongumerki til dystin, um at skráseta seg á teirra heimasíðu.
Innan 14 dagar koma tey úr Niðurlondum at seta seg í samband við tey, ið hava skrásett seg, um fleiri tøk atgongumerki eru at selja føroyingum.
Dysturin í Alemere, stutt frá Amsterdam, verður spældur sunnudagin 16. mars. Hetta eru fýra dagar fyri dystin millum liðini í Føroyum, mikudagin 12. mars. Hetta verður fyrsti dysturin við í høllini við Tjarnir.
Niðurlond er oddalið í bólkinum við trimum stigum eftir tvey umfør. Ukraina og Føroyar hava tvey stig, men Ukraina er betri innanhýsis. Kosovo er bert eitt stig aftanfyri. Harvið eru Føroyar heldur kroystar, í mun til at royna at vinna sær EM-pláss: Báðir dystirnir móti Niðurlondum kunnu væntast, at verða ógvuliga torførir.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 08. februar 2025
Steypavinnararnir hjá teimum yngru vórðu funnir seinasta vikuskiftið
Flogbóltsvikuskiftið hjá teimum yngru, sum hevur verið í Høllini inni í Dal á Sandi er farið afturum og steypavinnararnir eru funnir.
Lagt var fyri longu klokkan 10 leygarmorgunin, og seinnapartin í dag vórðu seinastu finalurnar avgreiddar.
Dreingir 12 TB-ÍF
1. sett TB 25-21 ÍF
2. sett TB 25-17 ÍF
TB Dreingir 12 eru steypavinnarar
Dagsins spælari: Levi Simonsen
Gentur 12 TB-SÍ
1. sett 10-25
2. sett 18-25
SÍ gentur 12 eru steypavinnarar
Dagsins spælari: Fríðrún Nøkkvadóttir frá SÍ
Gentur 14B TB-b og Mjølnir-a
1. sett 25-19
2. sett 25-09
TB-b gentur 14b eru steypavinnarar
Dagsins spælari: Katrin Berg hjá TB-b
Gentur 14A TB - SÍ-a
1. sett 25-19
2. sett 23-25
3. sett 10-15
SÍ-a gentur 14a eru steypavinnarar
Dagsins spælari: Vár Kristiansdóttir frá SÍ-a
Gentur 19 Mjølnir - Fleyr
1. sett 29-27
2. sett 31-29
Mjølnir gentur 19 eru steypavinnarar
Dagsins spælari: Nicola Toftegaard, Mjølnir
Gentur 16B Fleyr - Ternan
1. sett 17-25
2. sett 23-25
Ternan gentur 16b eru steypavinnarar
Dagsins spælari: Elisa Hermansen
Mansunglingar Mjølnir - SÍ
SÍ mansunglingar eru steypavinnarar
Dagsins spælari: Tóki í Haraldstovu, SÍ
Kvinnuunglingar Mjølnir - SÍ
0-2
SÍ kvinnuunglingar eru steypavinnarar
Dagins spælari: Sofía Weihe Simonsen
Dreingir 14 ÍF - Ternan
1. sett 20-25
2. sett 19-25
Ternan D14 eru steypavinnarar
Dagsins spælari: Elias Búason Jensen, Ternan
Dreingir 17 ÍF - SÍ
1. sett 25-23
2. sett 25-22
ÍF dreingir 17 eru steypavinnarar
Dagsins spælari: Rani Ákason, ÍF
Gentur 16 A - Mjølnir - SÍ
1. sett 25-16
2. sett 25-14
Mjølnir gentur 16a eru steypavinnarar
Dagsins spælari: Elisabeth Norðoy Vilhemsen
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 09. februar 2025
Ronnie Thomassen tók fleiri sett av brúktu B36-klæðum við sær til ein skúla í Kampala
Tað er vorið alsamt meira vanligt, at gomul og brúkt klæði hjá føroyskum fótbóltsfeløgum enda í londum, har fyritreytirnar ikki eru heilt tær somu sum í Føroyum .
B36 er eitt av feløgunum, sum letur. Seinastu tvey árini eru spæliklæði farin til Zambia og Kenja.
Hesaferð var talan um eitt annað afrikanskt land. Ronnie Thomassen tók fleiri sett av brúktu B36-klæðum við sær á ein skúla í Kampala í Uganda.
Pláss var ikki fyri øllum í viðførinum ta ferðina, men nú er alt komið fram, skrivar B36.
- Fótbóltsliðið á skúlanum, sum fyrr hevur fingið blusurnar, eigur sostatt nú fleiri sett av B36 klæðum. Úr Kampala verður sagt, at børnini vóru sera glað og takksom.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 12. februar 2025
Á fyribils evropeiska heimavøllinum sigraði liðið hjá hjá Gunnari Vatnhamar í fyrra Conference League play-off dystinum móti Panathinaikos. Gunnar sat á bonkinum allan dystin
Víkingur Reykjavík heldur fram við at skriva íslendska fótbóltssøgu. Hóskvøldið varð talan um fyrsta sigurin hjá íslendskum felagi í einum knock-out umfari (endaspælið).
Liðið hjá Gunnari Vatnhamar vann fyrra dystin móti Panathinaikos um at koma í Conference League-áttandapartsfinalurnar.
Orsakað av vantandi loyvi kundi dysturin ikki spælast í Íslandi, og eftir royndir at flyta hann á Tórsvøll og síðani í Parkina, endaði tað við, at Víkingur Reykjavík tók ímóti á Bolt leikvøllinum í Helsinki.
Tað endaliga 2-1 á vanliga heimavøllinum hjá HJK Helsinki. Og tað kundi væl verið til eitt uppaftur betri útgangsstøði undan dystinum í Grikkalandi.
Davíð Örn Atlason skoraði í 13. minutti, og Matthías Vilhjálmsson økti til 2-0 í 58 minutti. Í 89. minutti varð brotsspark tó dømt móti Víkingi, ið varð umsett til mál.
Harvið fyrimunur til íslendska liðið, men tað verður torført í Athen hósdagin 19. mars.
Tá kann verða, at Gunnar Vatnhamar fær ein leiklut til tann týðandi dystin. Leirvíkingurin hevur verið skaðadarvaður í vetur og sat á bonkinum allan dystin í gjár. 29-ára gamli føroyingurin er annars vanliga fastur á liðnum hjá Víkingi.
Liðið hjá Hanusi Sørensen, NK Celje, er á sama staði í Conference League. Celje spældi 2-2 javnleik á heimavølli móti kypriotiska APOEL. Hanus kundi tó ikki spæla við. Av tí at hann hevur spælt fyri HB fyrr í kappingini, so er hann ikki tøkur fyri eitt annað felag.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 14. februar 2025
James Tarkowski fluktaði bóltin framvið Allison, og so fór alt upp at flákra: Fjepparar á vøllinum og trý reyð kort. Liverpool misti sigurin á stokkinum men er tó framvegis beint á meistarakós
Tað líktist nøkrum, sum man hevur sæð nakrar ferðir áður í hesum kappingarárinum. Uttan at heilt spenna seg heilt út men við stórum hegni hevði Liverpool lagt seg á odda og var á sigurskós.
Eftir heldur tilvildarliga støðu í 73. minutti, hevði Mohamed Salah fingið fatur á bóltininum til høgru í brotsteiginum. Egypin vísti aftur sín effektivitet og við høgra beininum skoraði Premier League-toppskjúttin til 2-1 við sínum 22. landskappingarmáli.
Mohammed Salah hevur aftur skorað og er harvið við at spilla Everton-veitsluna á Goodison Park (Mynd: EPA)
Liverpool sá út til at hava tamarhald á og stíla beint móti einari leiðslu á níggju stig í oddastríðnum, har bert Arsenal hongur eitt sindur í liðnum hjá Arna Slot. Everton sá út til at hava mist luftina nakað. Liðið hjá David Moyes legði seg annars á odda við snildum frísparki.
Hetta var seinasti heimadystur móti grannunum og arvafíggindanum á Goodison Park. Og teir í bláum syrgdu at enda fyri, at áskoðararnir fingu nakað at veruliga minnast.
Langt inni í yvirtíðini kom ein høgur bóltur inn í Liverpool-brotsteigin. Hann sprakk frammanfyri James Tarkowski, og drúgvi miðverjin, sum var komin fram við, smekkaði til.
Bólturin brast í meskarnar, og fluktarin til 2-2 fekk alt upp at flákra. Áskoðarar komu leypandi inn á tað grøna, og tað var bæði vakurt á ein hátt, men eisini minni gott at nakrir heimaáskoðarar fóru yvir móti Liverpool-spælarum.
Everton-liðformaðurin setti eitt flott punktum fyri longu grannasøguni á Goodison - hana eru tey á "reyðu hálvuni" tó ikki so glað um í kvøld (Myndir: EPA)
Vaktirnir høvdu úr at gera. Tað legði seg, men ta dramatiska helt fram. Fyrst var long VAR-kanning fyri at finna útav, um tað var rangstøða í støðuni áðrenn. Tað var tað næstan - síðani var hugt eftir møguligum frísparki. Tá Micheal Oliver síðani peikaði á miðjuna, og nøkur sekund seinni bríkslaði av, byrjaði nýggjur fagnaður millum tey flestu á leikvøllinum frá 1892.
Abdoulaye Doucouré valdi at fara yvir móti Liverpool-fjepparum at fegnast - og háða eitt sindur. Hetta fall ikki í góða jørð hja øllum. Serliga ikki hjá Curtis Jones, sum er føddur í Liverpool og uppvaksin í Liverpool F.C. Hann fór eftir miðvallaranum hjá Everton, og so varð stórt rok. Tað endaði við einum reyðum korti hvør, og vísti dómarin Micheal Oliver eisini Liverpool-venjaranum reyða kortið. Arne Slot hevði víst sína ónøgd við orðum eftir dystarlok.
Eitt ordans rok við Doucoure og Jones í miðdeplinum - grannadystir eru nakað serstakt (Myndir: EPA)
Dramatiskt á Merseyside. Eitt stig hvør og tað eru teir bláklæddu á 15. plássi væl glaðari fyri. Eftir FA Cup-tapið fyri Plymouth sunnudagin var hetta enn ein lítil smeitur, men Liverpool er tó framvegis greitt oddalið. Talan var um útsettan dyst - sjey stig eru niður til skaðadarvaða Arsenal-liðið, nú 14 umfør resta í.
Stigatalvan í Premier League sæst her
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 12. februar 2025
Tað endaði heili 40-22 og var avgjørt lutfalsliga tíðliga í New Orleans. Annað Super Bowl-heitið til liðið úr Philadelphia, og harvið ikki eitt søguligt triðja meistaraheitið á rað til Kansas City Chiefs
Fyri tveimum árum síðani endaði tað 38-35 til Kansas City Chiefs í Super Bowl-uppgerðini við Philadelphia Eagles. Nú hittust feløgini aftur á stóra pallinum, og lagt varð aftur upp til ógvuliga spennandi finalu.
Spenningur var tó ikki leingi í dystinum í Superdome, New Orleans. Liðið hjá Nick Sirianni var omaná frá byrjan og sat fullkomiliga á tí báðu megin bóltin - millum annað við at hava tamarhald á honum nógv longuri.
Stóra álopsstjørnan í ár Saquon Barkley slapp ikki at fáa so nógv stór spæl, men Jalen Hurts og hinir vóru ógvuliga effektivir. Hinvegin høvdu Patrick Mahomes og hansara menn tað ógvuliga trupult. Eagles-verjan var ógvuliga ágangandi og legði áhaldandi trýst á stjørnuquarterbakkin, ið sum heild hevði ein væl undir miðal dag.
Patrick Mahomes gjørdi nøkur flott og stór spæl í seinnu hálvu av triðja fjórðingi og í tí sinasta fjórðinginum, men hesar myndirnar lýsa væl meginpartin av dystinum hjá honum og Chiefs: Undir trýsti og nógv av/á veg av vøllinum (Myndir: EPA)
Chiefs-verjan hevði rímiligt tamarhald á rennistjørnuni Saquon Barkley, men nummar 26 átti eisini nøkur stór spøl, sum vóru við at steingja hurðina fyri Kansas City Chiefs (Mynd: EPA)
Mahomes fekk ikki nóg nógva hjálp frá linjuni frammanfyri seg, ella Kelce og teimum sum skuldu lofta trygt, men nummar 15 kastaði tvær dýrar interceptions í fyrra hálvleiki - tí einu tryggjaði fyrstaársspælarin og føðingrdagsbarnið Cooper Dejean, og rann 22-ára gamli verjuspælarin sjálvur allan vegin til touchdown. Mahomes hevði eisini eitt fumble, men tá var alt so at siga liðugt.
Tað var heili 24-0 til ørnirnar í steðginum, og fyrstu løtuna eftir hálvleiksframførsluna hjá Kendrick Lamar gjørdist tað ikki nógv frægari hjá meistarunum seinastu árini. Teir fluttu framhaldandi bóltin ov illa, og so skoraðu Hurts og Davonta Smith eitt stórt touchdown: Yvir 30 stig á muni.
A.J. Brown fær bóltin inn til touchdown
Tað var ógvuliga tungt hjá stóru linjumonnunum í hvítum at geva Mahomes-tíð. Verjulinjan hjá Eagles spældi ein stóran dyst (Myndir: EPA)
Chiefs fekk pyntað uppá tað nakrar ferðir við trimum Mahomes touchdown-køstum, har tað seinasta til Xavier Worthy var ógvuliga flott. Men ístaðin fyri at gerast meistari tríggjar ferðir á rað, sum eingin hevur gjørt í Super Bowl-tíðini áðrenn, tapti liðið hjá Andy Reid við 26 stigum.
Hetta móti gamla liðnum hjá Reid, sum bara var best á øllum økjum og vann Super Bowl fyri aðru ferð. Fyrru ferð var í 2017 við sigri á New England Patriots. Nú lyfta teir í grønu aftur Lombardi-steypið, meðan Chiefs, eftir sín fimta Super Bowl-dyst í seks, kunnu kenna seg vónbrotnar.
Super Bowl 59: Philadelphia Eagles - Kansas City Chiefs 40-22 (24-0)
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 10. februar 2025