

Leygardagur 15. mars 2025 | Nr. 11 | Árgangur 6 | Kr. 0,00
SíÐa 3
SíÐa 6
SíÐa 32
SíÐa 38
SíÐa 11
SíÐa 43
Nýggj útgáva hvønn leygarmorgun kl. 7
Tað er eitt sindur ræðandi at hoyra løgmann og aðrar samgongupolitikarar kveistra allar skilagóðar grundgevingar av borðinum, og kritikkleyst tosa teknokratunum eftir munninum í royndini at fáa ætlaðu verkætlanina til nýggjan Suðuroyartunnil samtykta so skjótt sum gjørligt.
Talan er um størstu verkætlan, sum nakrantíð er sett í verk í Føroya søgu, og ætlanin er enn einaferð – eftir øllum at døma – ikki at velja ta bestu loysnina fyri brúkaran, umhvørvið og náttúruna.
At leggja til- og frákoyringarvegin tvørtur um eiðið í Hvalba, verður ein dáragerð av teimum stóru, sum komandi ættarlið fara at harmast stórliga um í komandi árum, um núverandi ætlan gerst veruleiki. Hvalbøur er ikki bara ein vøkur og lutfalsliga óspilt bygd, sum hon liggur nú. Umhvørvið við sandinum og oyruni øðrumegin og ikki minst Heygsvatni, Fiskieiði og Norðbergseiði hinumegin, er heilt sjáldssamt. Hetta skal nú skemmast við einum vegi, sum ikki nýtist at vera har.
Vit, sum fylgja við útvarpinum tá stormarnir herja av útsynningi og vestri vita eisini, at vindviðurskiftini júst vestantil í Hvalba kunnu vera ógvuslig. Tað er ikki av tilvild, at Hvalbiar skúli sum oftast er fyrstur at avlýsa skúlagongdina í slíkum stormum. Vandi er jú fyri, at børnini verða tikin av hvirlunum. Hvussu stuttligt verður tað at skula koyra hendavegin fyri at koma til ella frá meginøkinum, tá ein nógv skilagóðari loysn hevði verið at latið tunnilin gingið undir Hvalbiarfjørð?
Og hvussu tápiligt er tað ikki at leiða ferðsluna úr dýpinum undir Suðuroyarfirði heilt upp á Djúpadal og so víðari upp á hamrin oman fyri Traðir, fyri síðan at leiða hana oman aftur og undir Skopunarfjørð?
Hví er tað akkurát, at famjiningar vilja hava eitt berghol, og vestmenningar og oyndfirðingar og skjótt eisini øll tey, sum skulu berja seg upp um Hálsin í Sandavági fyri at koma til ella úr Vágum? Tað er tí at Føroyar ikki eru egnaðar til bilaferðslu nógv oman fyri hundrað metra hædd á vetrartíð. Spyr tey, koyra um Velbastaðháls og Gøtueiði hvønn dag!
Kortini heldur løgmaður uppá, at skilabesta loysnin er at leiða ferðsluna eftir Traðarhamri! Vit fara øll at koyra við ravmagnsbilum í framtíðini, og tí nýtist ikki at hugsa um óneyðugt brúk av koltvísúrni er eitt av hansara svarum.
Tað er sum um, at tað eru kreftir í Løgtinginum, sum saman við tunnilsfelagnum vilja trýsta projektið ígjøgnum sum skjótast fyri at fáa gongd á, væl vitandi, at tað als ikki er besta uppskot, sum liggur á borðinum. Og tað er ófrættakent og ørkymlandi.
At Javnaðarflokkurin skal ganga á odda í ógvusligari náttúruoyðing, og at tey, sum at muta ímóti eru Landsverk og einstakir fólkafloksmenn, ja tað munnu vit vera nógv, sum ikki høvdu roknað við.
Kanska løgmaður og tey, ið varða av Javnaðarflokkinum, skuldu skeitt at veljarakanningini, sum er í hesum Blað í dag, og spurt seg sjálvi, um flokkurin heldur røttu kós í løtuni. Ein afturgongd upp á 7,3 prosentstig, svarar hóast alt til, at flokkurin hevur mist næstan 700 veljarar síðan seinasta løgtingsval. Tað er ikki so lítið.
Samanlagt ganga Fólkaflokkurin og Sambandsflokkurin fram við 12 prosentstigum í mun til seinasta val. Eisini Tjóðveldi stendur til framgongd í løtuni
Enn er einki, sum bendir á, at tað fer at eydnast sitandi landsstýrissamgongu at varðveita valdið í Tinganesi eftir komandi løgtingssval.
Nú ein ársfjórðingur er farin av øðrum helmingi av hesi løgtingssetuni, hevur Spyr.fo gjørt enn eina veljarakanning fyri okkum.
Og nýggjastu tølini peika framvegis á, at tað verða flokkarnir, sum í løtuni sita í andstøðu á løgtingi, sum fara at vinna næsta løgtingsval við Fólkaflokkinum sum størsta flokki.
Fólkaflokkurin stendur nú til at fáa 27 prosent av atkvøðunum, sum er 8,1 prosentstig meira enn á løgtingsvalinum í desember 2022. Men eitt vet minni enn til seinastu veljarakanning.
Harvið vinnur Sambandsflokkurin eisini eitt sindur inn aftur á Fólkaflokkin. Sambandsflokkurin stendur í kanningini at vera næststørstur við 23,8 prosentum, sum er ein framgongd á 3,9 prosentstig í mun til løgtingsvalið. Hetta er eisini ein framgongd í mun til seinastu veljarakanning, so munurin á teimum stóru borgarligu flokkunum nú er á 6,4 prosentum.
Stóru borgarligu flokkarnir hava sostatt framvegis meiri helmingin av atkvøðunum og meiriluta á tingi, um valskuldi verið nú.
Javnaðarflokkurin missir
Javnaðarflokkurin stendur framvegis sum tann stóri taparin. Flokkurin fær sambært nýggju kanningini 19,3 prosent av atkvøðunum, sum er ein afturgongd á 7,3 prosentstig. 19,3 prosent er eisini minni, enn hvat flokkurin fekk í seinastu veljarakanning, og hóast tann afturgongdin er lítil, so viðførur hon, at Javnaðarflokkurin í kanningini missir tann sjeynda tinglimin, og fellur niður á seks, sum er tríggir færri enn í sitandi løgtingi.
Tjóðveldi gongur fram
Hjá Tjóðveldi er støðan ein onnur, tí flokkurin stendur til eina framgongd. Nýggjasta veljarakanningin gevur flokkinum 18,6 prosent av atkvøðunum, sum er ein framgongd á knapt eitt prosentstig í mun til valið, og flokkurin varðveitir trygt sínar núverandi seks tingsessir.
Her kundi verið okkurt, ið bendir á, at forfólkaskiftið hevur gagnað flokkinum. Tjóðveldi gongur hálvtannað prosentstig fram í mun til seinastu veljarakanning, og er nú bert 0,7 prosentstig aftan fyri Javnaðarflokkin. Til løgtingsvalið í desember 2022 var Javnaðarflokkurin 8,9 prosentstig størri enn Tjóðveldi.
Teir smáu ganga aftur
Hjá teimum smáu flokkunum er støðan tann, at bæði Framsókn og Miðflokkurin ganga aftur við ávikavist 2,6 og 1,9 prosentstigum. Báðir flokkarnir standa harvið til at fáa tvey umboð í Løgtinginum – fyri Framsókn er tað ein afturgongd frá teimum núverandi trimum.
Fyri Miðflokkin er henda støðan eitt sindur meira jalig, tí flokkurin hevur eina lítla framgongd í mun til seinastu veljarakanning, og vinnir sín tingsess nummar tvey aftur.
Sjálvstýri stendur í hesi kanningini á 1,8 prosentum og er framvegis langt frá at fáa umboðan á Føroya Løgtingi aftur.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 15. mars 2025
Fríðrikur kongur og Mary drotning koma til Føroya í summar. Eftir ætlan skuldi vitjanin vera í fjør
Nú verður tað. Fríðrikur kongur og Mary drotning koma til Føroya 11. til 13. juni og løgmaður Aksel V. Johannesen, verður vertur fyri hesari fyrstu vitjanini hjá kongshjúnunum.
(Mynd: Sverri Egholm)
Vitjanin skuldi eftir ætlan vera í juni í fjør, men orsakað av verkfalli, varð vitjanin útsett.
Kongshjúnini vitja í Havn, Vági, Fámjin, Tvøroyri og á Eiði, sigur Kongshúsið í fráboðan.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 14. mars 2025
Sirið Stenberg tekur sær nú av uttanríkis- og vinnumálum, Jóhan Christiansen av fiskivinnu- og samferðslumálum og Eirikur í Jákupsstovu av almanna- og mentamálum
Á móttøku í Tinganesi mánadagin tilnevndi Aksel V. Johannesen, løgmaður, nýggju landsstýrisfólkini eftir landsstýrisrokaduna hjá Tjóðveldi, sum inniber, at bæði Dennis Holm og Høgni Hoydal taka sætil á løgtingi.
Sirið Stenberg, ið hevur verið landsstýriskvinna við almanna- og mentamálum, er nú landsstýriskvinna við uttanríkis- og vinnumálum.
Eirikur í Jákupsstovu, tingmaður fyri Tjóðveldi, er tilnevndur sum nýggjur landsstýrismaður við almanna- og mentamálum.
Jóhan Christiansen, fyrrverandi borgarstjóri í Eysturkommunu, er tilnevndur sum nýggjur landsstýrismaður við fiskivinnu- og samferðslumálum.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 10. mars 2025
Barbara Holm var á kvinnudegnum farna vikuskifti kosin ársins brita. Her eru grundgevingarnar
Barbara Holm varð leygardagin kosin ársins Brita 2025. Tað var á árliga kvinnutiltakinum í Mentanarhúsinum í Fuglagfirði.
Á hvørjum ári verður dúgliga kjakast um orðið Brita. Og meiningarnar eru nógvar. Summi eru fyri, og onnur ímóti.
Sum fólkanavn merkir Brita: Hin Háborna. Tískil er eisini definitiónin av navnorðinum serstakliga væl hóskandi. Tann nýggja definitiónin av navnorðinum Brita er: Ein sterk og framsøkin kvinna, sum er djørv og stendur við sítt, og við síni virðir, siga fyriskipararnir.
Grundgevingin hjá dómsnevndini er hendan:
Ársins Brita er djørv og rebelsk.
Hon torir at taka átrokandi mál upp, hóast hon væl veit, at hetta kann hava avleiðingar við sær fyri tað einstaka menniskjað.
Tí fyri henni vigar atlitið til samfelagið tyngrið; at vera fleiri til gagns. Og júst hetta er ein treyt í hennara dagliga virki, sum hon hevur verið í tey seinastu 20 árini.
Ársins Brita hevur breiðan rygg og smæðist ikki fyri at seta álvarslig mál á breddan. Hon vil hava valdsharrarnar at taka ábyrgd. Og hon setur sjóneykuna á viðkvom og týðandi evni, sum ofta verða duld í lítla føroyska samfelagnum.
Í einum siðbundnum og mansdomineraðum samfelagi er prísurin fyri at tala at ágangi og mismuni vegna sítt kyn høgur.
Sum ágrýtin og uppleitandi tíðindakvinna eigur Ársins Brita ein stóran lut í, at hesar søgurnar, sum hava verið fjaldar, nú eru komnar fram í ljósmálan.
Sum úrslit hava kvinnurnar fingið eina rødd, og fremjararnir eru stillaðir til svars.
Við sínum áhaldandi og miðvísa arbeiði hevur Ársins Brita hjálpt okkum øllum at skilja, at hesar persónligu søgurnar, sum vit hava frætt um, eru ikki eindømi. Nei – tær bera boð um ein samfelagstrupulleika, sum er inngrógvin í okkara mentan, og sum kemur okkum øllum við.
Søgurnar um sexismu og kynsligan ágang, sum higartil eru komnar undan kavi, eru bara toppurin av ísfjallinum.
Tann neyðuga mentanarliga broytingin byrjar við eini uppgerð við tøgnmentanina og valdsstrukturarar í samfelagnum.
Hesum hevur Ársins Brita slóðað fyri.
Og hóast nógvar fantastiskar kvinnur vóru í uppskoti, var dómsnevndin samd um, at Ársins Brita 2025 er Barbara Holm.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 09. mars 2025
Jenis av Rana, sum hevur sett landsstýriskvinnuni fyrispurning, vil ikki góðtaka svarið, sum sigur at tað ikki finnast hagtøl fyri orsøkirnar til at ávísa kvinnur til fosturtøku
Føroyska heilsuverkið framdi 43 fosturtøkur í 2024.
Hetta upplýsti Súsanna Bertholdsen, landsstýriskvinna við heilsumálum, fyri løgtinginum í vikuni. Hetta var upp á fyrispurning frá Jenisi av Rana, løgtingsmanni, sum skrivliga hevur sett landsstýriskvinnuni fleiri spurningar um fosturtøku.
Jenis av Rana vildi hava at vit talið av fosturtøkum galdandi fyri tey seinastu tíggju árini.
Svarið vísir, at tað í fjør vóru framdar ein fosturtøka fleiri enn árið fyri, og at talið 43 er tað hægsta innan fyri seinastu tíggju árini. Í hesum tíðarskeiðinum var talið lægst í 2017, tá 19 fosturtøkur vórðu framdar.
Sambært Hagstovu Føroya er talið fyri 2024 tað hætsta síðan 2009, tá talið var 51.
Tingmaðurin vildi eisini hava svar upp á hvønn aldur kvinnurnar høvdu, sum fingu abort. Aldurin býtti seg soleiðis í 2024:
10-19 ár: 4
20-24 ár: 10
25-29 ár: 7
30-34 ár: 10
35-39 ár: 5
40-44 ár: 7
45-49 ár: 0
Landsstýriskvinnan upplýsti eisini, at nærum allar fosturtøkur í Føroyum verða framdar innan viku 10-12 í viðgongutíðina.
- Árliga verða nakrar einstakar framdar seinni, vegna tað, at fostrið ber álvarsligt brek, sum verður funnið við skanning í viku 18-20 íviðgongutíðini, stendur í svarinum.
- Ein lodrøtt lygn
Jenis av Rana vildi eisini hava at vita hvørjar orsøkir vórðu brúktar sum umbøn fyri at fáa fosturtøkurnar gjørdar.
Til hetta svaraði landsstýriskvinnan, at hon ikki kundi svara upp á spurningin, tí sambært Sjúkrahúsverkinum og Heilsutrygd verður tað í skipanini ikki gjørd hagtøl yvir, hvat ítøkiligu orsøkirnar hava verið, tá ið kvinnur verða ávístar til fosturtøku.
Hetta svarið vildi Jenis av Rana ikki góðtaka. Hann kallaði hetta fyri eina lodrætta lygn, tí tað er ongin lækni, hvørki í sjúkrahúsverkinum ella í kommunulæknaskipanini, sum ikki skrásetir orsøkirnar til allar avgerðir, sum verða tiknar í teirra arbeiði.
Svarini frá Súsannu Bertholdsen síggjast her
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 10. mars 2025
Hetta eru fýra milliónir fleiri enn fyri 2023. 2025 verður tó helst lakari enn 2024 vegna rentur
Betri Banki kunngjørdi í vikuni roknskapin fyri 2024. Árið var sum heild merkt av góðum úrslitum á virkisøkjunum hjá bankanum og avlopið gjørdist 290 milliónir krónur.
Útlánini vuksu í 2024 við 5,5 prosentum, og merkti hetta øktar rentuinntøkur. Harnæst fekk bankin eitt gott avkast av sínum íløgum í 2024. Og samstundis sum inntøkurnar eru vaksnar, eru útreiðslurnar ikki vaksnar við somu ferð sum inntøkurnar.
- Vit eru væl nøgd við úrslitið fyri 2024. Vit hava seinastu árini arbeitt miðvíst við at betra um gjaldførið og kapitalgrundarlagið hjá bankanum, og hetta er eydnast. Vit hava megnað at økt okkara útlán við omanfyri 2 milliardum krónum seinastu fýra árini. Hetta er gjørligt, tí at bankin hevur trúgvar innlánarar, eina stóra eginogn, gott gjaldføri og eitt gott lønsemi, sigur Jean Djurhuus, forstjóri í Betri Banka.
Betri Banki væntar, at 2025 verður lakari enn 2024. Høvuðsorsøkin til hetta er, at renturnar eru lækkaðar í 2024 og 2025.
Árið í stuttum:
Ársúrslitið: 290 mió. krónur
Úrslitið áðrenn skatt: 351 mió. krónur
Fíggjarstøðan javnvigar við 12.360 mió. krónur
Útlán: 8.579 mió. krónur
Innlán: 9.469 mió. krónur
Eginpeningur: 2.554 mió. krónur
Kjarnukapitalprosent við árslok er 36,6%
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 11. mars 2025
Tað er ein vøkstur á 0,6 prosent í mun til 1. februar í fjør
1. februar búðu 54.741 fólk í Føroyum. Tað eru 327 fleiri fólk enn 1. februar í fjør.
Fólkavøksturin, sum tók dik á seg í 2014, náddi toppin á sumri í 2019, tá fólkatalið vaks við umleið 900 fólkum ella 1,8 prosentum uppá eitt ár. Síðan tá er fólkavøksturin støðugt minkaður niður í ein triðing, og seinastu tólv mánaðirnar vaks fólkatalið við 327 fólkum, sum svara til 0,6 prosent, skrivar Hagstovan.
Fólkavøksturin seinasta árið kom av einum burðaravlopi á 147 og eini nettoflyting á 180 fólk. Í mun til fólkatalið svarar tað til eitt burðaravlop á 2,7 børn fyri hvørji 1000 fólk, og eitt nettoavlop á 3,3 fólk fyri hvørji 1000 fólk.
Í kommununum við fleiri enn 1000 íbúgvum var lutfalsligi fólkavøksturin størstur í Sjóvar og Nes kommunu, meðan fólkatalið minkaði lutfalsliga mest í Vágs og Sunda kommunu.
Í kommununum við millum 500 og 1000 íbúgvum hevði Kvívíkar kommuna lutfalsliga størsta fólkavøksturin, meðan fólkatalið minkaði lutfalsliga mest í Sands kommunu.
Í kommununum við færri enn 500 íbúgvum vaks fólkatalið mest í Skálavíkar og Fugloyar kommunu, har lutfalsligi vøksturin var millum 16 og 19 prosent, skrivar Hagstovan.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 10. mars 2025
Stóri vøksturin, sum var í 2022 og 2023 sást ikki aftur í 2024, men veksur spakuliga aftur í 2025
Búskaparráðið hevur í samstarvi við Hagstovu Føroya mett um vøksturin í bruttotjóðarúrtøkuni, BTÚ, fyri árini 2024 til 2026. Metingarnar av BTÚ verða gjørdar í ársins prísum. Vøksturin í BTÚ er mettur til at verða ávikavist 3,0 prosent í 2024, 5,0 prosent 2025 og 5,7 prosent í 2026.
BTÚ var í 2023 26,9 milliardir krónur og er mett at vera 27,7 milliardir í 2024, 29,1 milliardir í 2025 og 30,8 milliardir krónur í 2026. Stóri vøksturin, sum var í 2022 og 2023 sæst ikki aftur í 2024, men veksur spakuliga aftur í 2025 og uppaftur meira í 2026, sí myndina niðanfyri.
Á myndini sæst, at vøksturin í 2022 varð 9,5 prosent í ársins prísum, meðan realvøkursturin var 3,6 prosent. Í 2023 var vøksturin í ávikavist ársins prísum og føstum prísum 6,7 og 2,5 prosent. Í 2022 og 2023 var høga inflatiónin við til at toga BTÚ í ársins prísum upp, skrivar Landsbanki Føroya.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 14. mars 2025
Løgreglan valdi at taka førararættin frá bilføraranum, sum koyrdi í skeivari síðu gjøgnum tunnilin
Í Danmark kalla tey tað fyri ‘spøkilsis-bilistar’ tá bilførarar – oftast eldri fólk – taka skeiva innkoyring til motorvegirnar, og koyra móti ferðsluni – nakað kann føra til álvarsligar ferðsluvanlukkur.
Ein nakað líknandi støða hendi um middagsleitið mikudagin í Kollafjarðartunnlinum.
Tað var klokkan 12.50, at løgreglan fekk boð um, at ein bilur koyrdi í skeivari síðu í tunnlinum á veg norðureftir.
Tíbetur hendi ikki nakar álvarsligur skaði, men viðkomandi bilur nart við ein mótkoyrandi, men tað vóru bara speglini, sum tóku. Aðrir mótkoyrandi bilar megnaðu onkursvegna at snúgva sær undan bilinum.
Løgreglan fór út at kanna málið, og fann fram til bilføraran.
Tað vísti seg at vera eitt eldri fólk, og løgreglufólkini tóku avgerð um at taka koyrikortið frá viðkomandi á staðnum. Talan var sostatt um tað, ið verður kallað eina ‘administrativa inndraging’ av koyrikortinum.
- Tað kundi havt endað heilt galið, men gjørdi tað tíbetur ikki. Ein frontalur samanstoytur í einum tunnli er okkara ‘worst case scenario’. Men tað hendi tíbetur ikki, sigur vaktleiðarin á løgreglustøðini í morgun.
Avgerðir um slíkar administrativar inndragingar av koyrikortinum, kunnu kærast fyri rættin, men í hesum føri góðtók bilførarin avgerðina.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 13. mars 2025
Eystari landsrættur staðfesti í vikuni, at løgreglumaður misnýtti sítt embæti
Eystari landsrættur staðfesti í vikuni part av dómi í Føroya rætti í januarmánað í fjør mál um løgreglumann.
Hetta veit Frihedsbrevet, sum hevur fylgt málinum.
Nú 36 ára gamli løgreglumaðurin fekk í Føroya rætti 40 daga treytaleysa fongsulsrevsing fyri at misnýta sítt embæti. Hann varð dømdur fyri at hava midnýtt sítt embæti í trimum førum og í tveimum av førunum var talan um blúnisbrot.
Men í Eystara landsrætti varð dómurin eitt sindur linari. Dómurin um 40 daga treytaleysa fongsulsrevsing stendur við, og maðurin er framvegis dømdur fyri at hava misnýtt sítt embæti. Men tann eina ákæran um blúnisbrot fall burtur, tí nóg góð próvførsla var ikki, varð mett.
Maðurin missir starvið og sleppur ikki at arbeiða sum løgreglumaður aftur.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 14. mars 2025
Inga og Eyðvarur Petersen, sum frammanundan reka handilsvirksemi á Sandi við Kioskini á Bakarínum, yvirtaka nú matvøruhandilin, Eldhús
Eldhús á Sandi hevur fingið nýggjar eigarar. Inga og Eyðvarur Petersen hava yvirtikið handilsvirksemið. Hetta skrivar Sands kommuna.
Tað var Jógvan K. Petersen, sum byrjaði at handla í kjallaranum í sethúsum sínum á Sandi í 1930. Hann og konan róku handilin fyrstu árini.
Fyrst í 1950-unum kom sonurin, Carl Jóhan Petersen, eisini at starvast í handlinum, og fyrst í 1960-unum legðist versonurin, Sølvi Mortensen, skipari, upp á land og fór eisini at starvast her.
Handilin varð útbygdur í fyrru helvt av 1950-unum og síðan aftur fyrst í 1970-unum til ta stødd, hann hevur í dag.
Við seinastu útbyggingini gjørdist handilin sjálvtøkuhandil. Carl Jóhan og Sølvi róku handilin saman til langt eftir pensiónsaldur. Hans Falkvard Hansen hevur starvast í Eldhúsi síðan 1999, tey seinnu árini sum handilsleiðari.
Eftirkomararnir á Eldhúsi hava nú valt at selja handilin
Umframt at reka handilsvirksemi við Kioskini á Bakarínum er Eyðvarur Petersen eisini skipari og reiðari á frystilínuskipinum, Sandshavinum.
Eyðvarur Petersen (Savnsmynd: Sverri Egholm)
Jógvan á Eldhúsi, sum stovnaði handilin, var abbabeiggi Eyðvara, so virksemið flytir ikki heilt úr ættini.
Eftirkomararnir á Eldhúsi, Tordis, Jan og Margret Mortensen, ynskja at takka Hans Falkvard Hansen og øllum starvsfólkunum, verandi sum fyrrverandi, sum í tí dagliga hava gjørt handilin til ein vælvirkandi miðdepil á Sandi.
- Vit fegnast um, at Eldhús heldur fram sum handil í bygdini, siga eftirkomararnir, sum eisini takka øllum viðskiftafólkum og veitarum gjøgnum hesi mongu ár.
Síðan tað er vorðið landfast millum Sandoynna og miðstaðarøkið, er virksemið í bygdini vaksið.
- At tað framhaldandi er ein matvøruhandil á Sandi, er við til at tryggja, at tað er liviligt hjá fólkinum í bygdini og í Sandoynni sum heild, siga eftirkomararnir, sum ynskja eigarum, starvsfólki og Eldhúsi blíðan byr.
Carl Johan Petersen og Jan Mortensen uttan fyri Eldhús í 1960
Jógvan á Eldhúsi, sum stovnaði handilin. Myndin er tikin fyrst í 1950-unum
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 08. mars 2025
Sunda kommuna bjóðaði borgarum til brunsj í Hósvík nú tað eru 20 ár síðan samanleggingina
Sunda kommuna hátíðarhelt farna vikuskiftið, at tað eru tjúgu ár síðan at Hósvíkar- Hvalvíkar-, Haldórsvíkar- og Sunda kommunur løgdu saman.
Frammanundan var samstarv millum kommunurnar, og í 2003 varð hetta skipað í einum kommunufelagsskapi, men í 2003 varð hildið, at tíðin var búgvin at leggja saman í eina felags kommunu, saman við bygdunum Gjógv og Saksun. Við fólkaatkvøðu í øllum bygdum var uppskotið um samanlegging samtykt, og 1. januar 2005 fór nýggja kommunan til verka.
Leygarmorgunin varð bjóðað til brunsj í bygdarhúsinum í Hósvík. Jens Kristian Vang var ein túr framvið við myndatólinum.
Eyðstein Zachariassen, borgarstjóri flytir fram røðu
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 08. mars 2025
Útróðrarbátar á Sandi fiska við snellu og hava havt góðan útróður
Bæði mikudagin og hósdagin í hesi vikuni hava útróðrarbátar á Sandi, sum fiska við snellu, havt rættiliga góðan útróður, og hóskvøldið stóðu heili 27 kør á bryggjuni - øll full við stórum og góðum toski.
Veðrið hevur verið gott hesar seinastu dagarnar, og snelluútróðurin hevur roynst væl, harav onkur bátur við tveimum monnum hevur fingið heilt upp í stívliga 4.000 pund, skrivar heimasíðan hjá Sands kommunu.
Í flestu bátum er ein maður, og eitt nú hevði eitt 10-mannafar við einum manni eini 1500 pund av toski, sum er ein góður útróðrardagur, nú fiskaprísurin er so góður.
Flestu bátar, sum royna við snellu, eru glastrevjabátar, men millum útróðrarbátarnar er eisini stálbygdi báturin, Jóhannes, sum er nakað størri enn hinir.
Mikudagin og hósdagin høvdu teir á Jóhannesi eini 8.000 pund tilsamans, og tað er rættiliga góður snelluútróður. So spennandi verður, hvussu næstu dagarnir fara at roynast.
Onkur, sum var ein túr eftir bryggjuni hóskvøldið helt fyri, at tað mundi vera nokso langt síðan, at so nógv kør við toski høvdu staðið á bryggjuni á Sandi í senn.
Myndir: Sands kommuna
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 13. mars 2025
Laksurin var 72 sentimetrar til longdar og vigaði 3.190 gramm. Hetta at fyrstu ferð, at laksur er fingin inni á landgrunninum
Á yvirlitstrolingini á Landgrunninum í februar fekk Jákup Sverri ein laks í trolið norðan fyri Føroyar, skrivar Havstovan.
Vanligt er at rannsóknarskipið hjá Havstovuni fær villan laks á silda- og makrelkanningum langt úti til havs, men hetta er fyrstu ferð, at laksur er fingin inni á landgrunninum.
Kanningar hava víst, at villur laksur frá mongum ymiskum áum í Europa og enntá Kanada heldur til norðan fyri Føroyar, har hann etur seg feitan.
- Laksurin hevði púra óskaddar fjaðrar og stert, og bendir hetta á, at hann ikki er sloppin úr eini alinót, men er villur laksur. Tó kann ikki við vissu sigast, at talan er um villan laks, tí um ein alilaksur sleppur sum smolt, fer hann at líkjast villum laksi.
Laksurin var kynsbúgvin rognafiskur og var 72 sentimetrar til longdar og vigaði 3.190 gram. Rognini vóru somikið smá, at laksurin neyvan fór at gýta, men kanska heldur brúkti føroyska økið til at eta í.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 11. mars 2025
Frá 2. apríl skulu allir danskir ríkisborgarar, sostatt eisini føroyingar, hava tað, ið verður rópt ETA-loyvi, sum er eitt stutttíðar innferðarloyvi
Frá 2. apríl skulu allir danskir ríkisborgarar og harvið eisini føroyingar, hava tað, sum verður rópt ETA-loyvi. Hetta er eitt stutttíðar innferðarloyvi.
Hesum boðar bretska konsulátið í Føroyum frá.
Lættasti mátin at fáa hetta loyvið er at taka appina UK ETA niður á telefonina hjá tær. Á App Store og Google Play.
Tá ið tað er gjørt, ber til at fylgja leiðbeiningini, sum appin vísir á.
- Á appini skal tú vátta tín samleika (identitet), svara nøkrum fáum spurningum og gjalda fyri umsóknina, umleið 12,50 evrur. Tá ið tú søkir, er tað umráðandi, at tú hevur passið, atgongd til teldupost og gjaldskortið hjá tær við hondina. Tú skalt millum annað taka mynd av tí persóni, ið søkir um ETA-loyvi og skanna passið.
- Gev gætur, at tá ið tú skrivar navn ella bústað hjá tær, er neyðugt at nýta útlendskar bókstavir, t.d. skal Símun skrivast sum Simon og Heiðagøta sum Heidagota o.s.fr, sigur konsulátið.
Øll, sum ætla sær til Bretlands, skulu søkja, eisini børn.
Tað ber væl til hjá sama persóni at søkja fyri onnur, og tá skal umsøkjarin sjálvandi hava passið og sjálvan persónin staddan hjá sær fyri at skanna passið og taka mynd av persóninum, ið skal hava ETA-loyvi.
Tá ið ETA-umsóknin er góðkend, kemur váttan um umsóknina sendandi á t- postadressuna. Tað kann taka nakrar tímar ella so, til sjálvt ETA-loyvið kemur á t-postadressuna.
ETA-loyvið verður sjálvvirkandi skrásett í passinum, og tí er óneyðugt at útskrivað ETA-loyvi at hava við, tá ið tú fert til Bretlands.
Tá ið tú kemur til Bretlands, verður passið skannað, og á skanningini kunnu myndugleikarnir síggja, at tú hevur góðkent ETA-loyvi.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 14. mars 2025
Ovasavnið í Nólsoy, sum páskaaftan letur dyrnar upp fyri almenninginum á fyrsta sinni, hevur fingið eina peningagávu frá Lions Tórshavn
Um dagarnar kundi Lions Tórshavn lívga Ovasavnið í Nólsoy við einum gávukekki upp á 50.000 krónur, ið hóskandi varð latin, nú upplatingin av savninum nærkast í stórum.
Nólsoyingar hava í longri tíð sæð fram ímóti tí stóra fagnaðardegnum, sum verður páskaaftan, 19. apríl, tá ið ætlanin er at heiðra Ova Joensen.
Høvuðshendingin henda dagin verður sjálvandi, at Ovasavnið umsíðir kann verða latið upp fyri almenninginum, og tá fer millum annað fer at bera til at síggja bátin hjá Ova, “Dianu Victoriu”.
Eisini ber til at kunna seg um søguna um Ova, sum í 1986 í samfullar 41 dagar einsamallur róði allan tann 1.700 kilometra langa teinin úr Nólsoy til Danmarkar.
Lions Tórshavn fegnast um at kunna lata sítt íkast til Ovasavnið, ið óivað fer at gera Nólsoy til eitt enn áhugaverdari stað at vitja hjá bæði føroyingum og øðrum.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 14. mars 2025
Valevnið á 16. plássi á javnaðarlistanum røkti tingarbeiðið hesa vikuna meðan Hans Jacob Thomsen var í farloyvi
Javnaðarflokkurin leitaði sær heilt niður á 16. pláss á listanum eftir løgtingsvalið 8. desember 2022 at finna eykafólk at koma á ting.
Til dagligt eru tað valevnini á 11., 12. og 13. plássi, ávikavist Kristianna Winther Poulsen, Hans Jacob Thomsen og Kim Durhuus, ið sita sum eykafólk fyri landsstýrisfólkini hjá flokkinum.
Tá Ingilín D. Strøm herfyri bað um farloyvi fram til endan av hesum mánaðinum, tók valevnið á 15. plássi, Magna Eliana Mørkøre, sætið á tingi fyri hana.
Orsøkin til, at valevnið á 14. plássi, Birita Matras Petersen, ikki tók við sætið er, at hon nýliga hevur fingið starv í tíðindadeildini hjá Kringvarpi Føroya, og tí hevur sagt henda møguleikan frá sær.
Tá Hans Jacob Thomsen so á tingfundinum mánadagin hevði sent umbøn um at fáa eykafólk inn fyri seg, tí honum barst undan at røkja tingarbeiðið hesa vikuna, var leitað niður á 16. pláss eftir eykafólkinum.
Hetta var fyrstu ferð, at fuglfirðingurin, Terji Beder, situr í Løgtinginum. Hann er 33 ár, arbeiðir í Barna- og undirvísingarmálaráðnum og býr í Havn. Terji fekk 145 atkvøður á løgtingsvalinum í 2022.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 11. mars 2025
Hon kemur fyri Regin Berg, sum fór frá sum skrivari í oktober í fjør
Etiska ráðið hevur sett Katlu Heðinsdóttir sum sín fakliga skrivara. Hon kemur fyri Regin Berg, sum fór frá sum skrivari í oktober í fjør. Katla byrjar í starvinum 1. mai, boðar Etiska ráðið frá í tíðindaskrivi.
Katla er 35 ára gomul og úr Hoyvík. Hon er útbúgving cand.mag. í heimsspeki frá Keypmannahavnar Universiteti, og so hevur hon eina PhD frá sama lærda skúla. Í útbúgving og gransking síni hevur hon lagt dent á etikk, serliga heilsu- og granskingaretikk.
Katla hevur í nøkur ár starvast innan vísindi og etikk á National Center for Etik í Keypmannhavn, har hon m.a. hevur greinað etiskar trupulleikar í kliniskari gransking. Afturat hesum hevur hon drúgvar royndir innan miðling av etiskum evnum bæði frá undirvísing á universitetinum og frá greinum, hon hevur skrivað, og framløgum, hon hevur havt.
Katla er von at lýsa faklig evni fyri almenninginum, og liggur tað henni á sinni at vísa virðing og rættvísi mótvegis ymsum hugsjónum og grundgevingum. Eisini hevur hon royndir við fyrisiting og málsviðgerð, skrivar Etiska ráðið.
Í 15 ár hevur Katla búð í Danmark, og gleðir hon seg nú koma aftur til Føroya. Nú, hon hevur fingið hálvtíðar starv hjá Etiska ráðnum í Føroyum, hevur hon fingið lovað hálvtíðar starv, har hon er í løtuni, og við bústaði í Føroyum.
– Etiska ráðið takkar Regini Berg hjartaliga fyri íblástur og arbeiðið sítt fyri Etiska ráðið og bjóðar samstundis Katlu Heðinsdóttir blíðan byr og alt gott í starvinum sum fakligur skrivari í Etiska ráðnum, skrivar Etiska ráðið.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 10. mars 2025
Skúlin í Klaksvík hevur havt eina royndarskipan seinastu trý árini, og hava royndirnar við tí verið góðar. 38-ára gamli klaksvíkingurin er cand.psych
Seinastu trý árini hevur Skúlatrøð havt eina royndarskipan við sálarfrøðingi í starvi, sum Undirvísingarstýrið hevur fíggjað, meðan kommunan hevur útvegað og innrættað hølir og útvegað amboð til sálarfrøðingin á skúlanum.
- Royndir skúlans av hesi skipan eru sera góðar, og tí hevur býráðið frá og við inniverandi ár játtað pening til halda fram við hesi skipan, nú við kommununnar fígging.
Hetta skrivar Klaksvíkar kommuna í sambandi við at royndarskipanin nú er vorðin ein føst skipan.
Tað er eisini sami sálarfrøðingurin, sum fer at røkja starvið á skúlanum framvir.
Starvið varð lýst leyst, og er avgerð nú tikin um at seta Thorvald Danielsen í starv sum sálarfrøðingur til børn og ung við staðseting á Skúlatrøð.
Thorvald er 38 ára gamal og hevur lisið sálarfrøði á Aalborg Universiteti, har hann í 2017 fekk prógv sum cand.psych., og síðani hevur hann fingið løggilding sum sálarfrøðingur.
- Hann hevur drúgvar royndir at veita sálarfrøðiliga hjálp til børn og ung og foreldur teirra við fyribyrgjandi sálarfrøðiligum samrøðum. Somuleiðis hevur Thorvald hollan kunnleika til skúlaumhvørvið og hevur góðar royndir og hegni til at samskifta við aðrar fakbólkar í skúlanum og avvarandi.
Thorvald Danielsen tekur ímóti einum steypi sum liðskipari hjá Mjølni (Mynd: Jens Kr. Vang)
Klaksvíkngurin er millum annað eisini kendur sum dugnaligur flogbóltsspælari. Hann hevur verið liðskipari hjá nógv vinnandi Mjølni-liðnum leingi og eisini spælt á A-landsliðnum.
Í arbeiðnum kemur Thorvald í høvuðsheitum at hava fyribyrgjandi sálarfrøðiligar samrøður við børn og ung í fólkaskúlaaldri. Thorvald Danielsen byrjar í starvinum í næstum.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 12. mars 2025
Toftamaðurin hevur verið í starvi á Fróðskaparsetri Føroya seinastu árini. Ein samd metingarnevnd metti, at akademisku avrikini hjá Hansi lúka allar akademiskar treyti og mæltu til, at hann varð settur sum lektari
Hans Harryson er nýggjur lektari á Námsvísindadeildini á Fróðskaparsetri Føroya, boðar Fróðskaparsetur Føroya frá.
- Hans hevur verið í starvi á Fróðskaparsetri Føroya síðan 2008. Frá 2014 til 2018 var hann innskrivaður sum phd.-lesandi á Fróðskaparsetri Føroya og á Aarhus universitet. Talan var um eina sokallaða dupulta innskriving (double degree).
Eftir loknan ph.d.-lestur hevur Hans arbeitt sum ávikavist undirvísari, útbúgvingarleiðari fyri læraraútbúgvingina og sum varadekanur á Námsvísindadeildini.
Tá vísindastarvsfólk á Fróðskaparsetri Føroya verða framflutt til lektara og síðani til professara, skal ein umsókn sendast eini uttanhýsis metingarnevnd við útlendskum granskarum. Vanliga er eitt føroyskt umboð eisini partur av metingarnevndini.
Uppgávan hjá metingarnevndini er at meta um umsøkjaran út frá vísindaligum útgávum, undirvísing og vegleiðing, miðlan av gransking og fyrisitingarligum royndum.
- Limirnir í metingarnevndini vóru samdir um, at akademisku avrikini hjá Hansi luku allar akademiskar treytir og mæltu tí til, at Hans verður útnevndur lektari á Fróðskaparsetri Føroya.
Í metingarnevndini sótu Anna Kristín Sigurðardóttir, professari á Háskúla Íslands, Elsebeth Jensen, lektari og dekanur á VIA, Aarhus og Malan Marnersdóttir, professari emerita, Fróðskaparsetur Føroya.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 11. mars 2025
– Sikken eitt kvøld, sikken ein premiera, sikken ein filmur, sigur Birgir Thor Møller um nýggja dokumentarfilmin um Róin Siggertsson
Týskvøldið var frumframførsla av heimildarfilminum “RÓIN – Spælimaðurin við heimsins enda”. Filmurin varð vístur fyri einum fullsettum sali hjá Nordatlantiske Filmdage í Keypmannahavn – og tað bleiv eitt kvøld, sum tey uppmøttu helst seint fara at gloyma.
Í filminum fylgja vit tónleikaranum Róin Siggertsson, sum flytir heim aftaná næstan 30 ár í Danmark. Ein persónlig søga um at mistrívast, stríðast við rúsmisnýtslu, um at blíva pápi – og um at finna vón gjøgnum tónleikin.
Filmurin bleiv sera væl móttikin til frumsýningina týskvøldið. Aftan á sýningina komu leikstjórin Pætur H. Evensson og framleiðarin Jón Hammer á pallin, har teir svaraðu spurningum um filmin. Eisini greiddi Róin Siggertsson sjálvur skemtiliga frá, hvussu tað var at blíva fylgdur við einum kamera í yvir trý ár.
Sum eitt eyka yvirraskilsi setti Róin Siggertsson seg við klaverið og spældi trý av sínum egnu løgum. Ein autentisk og innilig framførsla, og ein heilt serligur endi upp á eitt stórt premierukvøld, har áskoðararnir veruliga blivu forkelaðir.
- Hugtakandi, rørandi, stuttligur og sterkur
Birgir Thor Møller, samskipari av Nordatlantiske Filmdage, sigur soleiðis um filmin og kvøldið:
– Pætur hevur gjørt ein hugtakandi, rørandi, stuttligan og sum heild sera sterkan film um sangaran og menniskjað Róin, sum jú hevur roynt eitt sindur av hvørjum. Og Róin er ikki bara ein generøsur høvuðspersónur, sum fortelur opið um sínar upp- og niðurtúrar – hann syngur eisini á ein hátt, sum rørir teg djúpt og fær teg at steðga á. Og tað púra greitt fyri meg, at allur salurin bleiv ávirkaður av filminum.
– Sikken eitt kvøld, sikken ein premiera, sikken ein filmur. Ja, eg eri bæði sera glaður og ekstremt stoltur av, at toymið handan filmin valdi at leggja premieruna á Nordatlantiske Filmdage, sigur Birgir Thor Møller.
Pætur H. Evensson, leikstjóri, og Jón Hammer, framleiðari, eru eisini sera glaðir fyri góðu móttøkuna.
Filmurin er kliptur av Gorm Just, meðan Ólavur Jákupsson hevur komponerað og gjørt ljóðmyndina. Ein stórur partur av tónleikinum er eftir Róin “roWan” Siggertsson sjálvum.
Filmurin verður sýndur aftur 15. mars kl. 16.30 í Øst for Paradis í Århus, 16. mars kl. 13.30 í Biffen í Aalborg og 16. mars kl. 20 til Nordatlantiske Filmdage.
Pætur H. Evensson, filmsleikstjóri
Birgir Thor Møller og Róin Siggertsson
RÓIN settist við klaverið eftir sýningina
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 13. mars 2025
Heimsins mest dramatiska deyðsmessa við stórum symfoniorkestri, kóri, og ikki minni enn fýra altjóða sangsolistum og gestadirigenti
Verdi Requiem
Áðrenn italska tónaskaldið, Giuseppe Verdi, fylti 60 ár, var lítið, sum bendi á, at hann fór at skriva eina av heimsins mest dramatisku deyðsmessum. Hann skal enntá hava sagt: “Har eru so nógvar deyðsmessur, hví skuldi eg skriva eina afturat?”
Men ætlanir broytast. Tá Verdi var 55 ára gamal, doyði stóra fyrimynd hansara, Gioacchino Rossini. Verdi og onnur italiensk tónaskald fóru í holt við at skriva eina felags deyðsmessu til minnis um Rossini, har Verdi skrivaði seinasta satsin, ‘Libera me’.
Verkið varð ongantíð framført. Fimm ár seinni doyði yrkjarin Alessandro Manzoni, ein onnur stór fyrimynd. Verdi skrivaði, nú 60 ára gamal, eina deyðsmessu fyri Manzoni.
Í 1874 varð Requiem frumframført í Markuskirkjuni í Milano, og fáar dagar seinni í La Scala. Verkið fekk framúr móttøku, og varð framført kring heimin, í New York, London, Paris, Argentina og Egyptalandi.
Verdi skapaði eina stórsligna og inniliga deyðsmessu, men pávin bannaði seinni tónleiki við orkestri og kvinnuligum solistum í katólsku kirkjuni. Í 1902, tvey ár eftir deyða Verdis, legði katólska kirkjan verkið í søguliga gloymsku, har tað lá í tríati ár. Í 1939 reis verkið upp aftur, varð innspælt og hevur síðani verið framført í konserthøllum um allan heim.
Sopran: Agnes Thorsteins, Ísland
Agnes Thorsteins, úr Íslandi, hevur útbúgving frá Universität für Musik und darstellende Kunst í Wien, har hon hevur lisið hjá fremstu professarum. Hon hevur eisini luttikið í masterclass hjá framúr solistum sum Anne Sofie von Otter og Dame Kiri Te Kanawa.
Agnes framførir regluliga í størstu konserthøllunum í Europa.
Mezzosopran: Emma Sventelius, Svøríki
Emma Sventelius, úr Lund í Svøríki, hevur bachelor frá Det Kongelige Danske Musikkonservatorium í Keypmannahavn og tók sítt prógv í Wien. Hon fekk sín fyrsta altjóða leiklut sum Suzuki í ‘Madame Butterfly’ á Deutsche Oper am Rhein.
Tenor: Bror Magnus Tødenes, Noreg
Norski tenorurin, Bror Magnus Tødenes, er ein av mest gávaðu sangúrmælingunum í Skandinavia. Hann hevur framført á Wiener Staatsoper og fleiri leiðandi operahúsum. Í 2015 vann hann bæði fyrsta plássið og áhoyraraprísin í Renata Tebaldi-kappingini.
Bassur: Zaza Gagua, Georgia
Zaza Gagua, úr Tbilisi í Georgia, byrjaði sum løgfrøðilesandi, men valdi síðan tónleikin.
Hann hevur útbúgving frá Tbilisi State Conservatory, og hevur lisið í Helsinki og Stokkhólmi. Nú starvast hann á Staatstheater Darmstadt í Týsklandi.
Dirigentur: Tobias Ringbert, Svøríki
Tobias Ringborg er eins vandur á dirigentpodiinum, sum violinistur. Hansara yrkisleið byrjaði í 1994 tá hann, sum violinistur, vann svenska solistprísin. Seinni sama ár tók hann prógv frá Royal College of Music i Stockholm. Síðan fór hann til Juilliard School í New York, har hann tók prógv í 1996.
Tobias Ringborg hevur m.a. fingið Herbert Blomstedt-virðislønina frá Kongaliga Svenska Musikkonservatoriinum og er hann ein sera umbiðin dirigentur í norðurlondum.
Várkonsertin við Verdi Requiem verður framført í Norðurlandahúsinum í kvøld 15. mars kl. 19.30.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 12. mars 2025
Danska rokktrioin verður at hoyra í Havn 25. juli
Dizzy Miss Lizzy kemur at spæla á Tórsfest í summar.
Danska rokktrioin, sum legði ríkið fyri sínar føtur í 90unum, eigur eitt heilt serligt pláss í hjartanum á mongum føroyingi. Trioin gav út plátuna Dizzy Mizz Lizzy í 1994, og hon streyk upp á tónleikatindarnar alt fyri eitt. Útgávan varð tiltikin, tí hon var á tremur við hittum. Danskur tónleikur hevði brádliga fingið eitt nýtt, rátt og melodiskt útrykk, sum øll tóku til sín. Dizzy Mizz Lizzy var uttan iva heitasta navnið á øllum festivalum í ríkinum miðskeiðis í 90unum.
“Waterline”, “Silverflame”, “Barbedwired Baby´s Dream” og “Love Is a Loser´s Game” eru bara nøkur av hittunum av fyrstu útgávu Dizzy Mizz Lizzys.
Bólkurin gav út útgávuna Rotator í 1996, og eisini hon stóð seg ómetaliga væl. Bólkurin gjørdist eisini sera væl umtóktur í Asia, og spældi hópin av sera væleydnaðum konsertum har. Í 1998 gjørdu teir tríggir, Tim Christensen, Martin Nielsen og Søren Friis, av at fara hvør til sítt. Bólkurin var kvirrur til 2010, tá teir aftur spældu eina konsertferð saman. Nú tendraði í aftur, og í 2014 varð kunngjørt at bólkurin nú aftur var virkin. Teir hava vitjað í Føroyum minst eina ferð fyrr, spældu á G! í 2015, og nú seta teir aftur kós ímóti Føroyum.
Frammanundan er longu greitt, at Gavin DeGraw, Eivør, Zak Abel, Sandro Cavazza, Dave Evans, Kristina Bærendsen, Poptösog Branco verða á pallinum 25. juli í hjartanum í Havn.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 14. mars 2025
Hans Edward Andreasen fer at rocka Summar Festivalin við nýggjum bólki
Hans Edward Andreasen, ið var oddamaður og sangskrivari í tiltikna rockbólkinum The Dreams, er nú aftur til reiðar at stíga inn á føroyska rockpallin.
Eftir longri steðg er rocksangarin klárur við nýggjari orku og nýggjum bólki.
Swardi er nýggi rockbólkurin hjá Hans Edwardi Andreasen, og hann fer at spæla stóru hittini hjá The Dreams og bólkinum glóð umframt nýggjar sangir.
Fólk sleppa á Summar Festivalinum at uppliva Swardi tulka sangir sum »La' Mig Være«, »Backstabber«, »Verden Vil Bedrages«, »Spilt tíð« og »Sasasasa« við fullum útblástri á Vágsbø. Eisini verða onkrir nýggir sangir framførdir.
Umframt Hans Edward Andreasen spæla Rúni Mouritsen, Leivur Vitalis og Høgni Fagraberg í Swardi.
Summar Festivalurin verður hildin dagarnar frá 7. til 9. august.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 14. mars 2025
Poptös er ein samanrenning millum Julie frá Blå Øjne, Maria Montell, Saseline og Julie Berthelsen
Tórsfest hevur kunngjørt enn eitt navn til ársins útgávu av festivalinum, sum verður í hjartanum av Havnini 25. juni.
Talan er í roynd og veru mu fýra ymisk nøvn. Poptös er ein samanrenning millum Julie frá Blå Øjne, Maria Montell, Saseline og Julie Berthelsen. Allar høvdu fleiri hitt í 1990'unum og í byrjanini av 2000'unum.
Tórsfest skrivar, at tað var umvegis tónleikatiltøkini “Vi Elsker 90'erne”, at bólkurin varð settur saman.
- Og fagnaðurin varð sera stórur, og tær vóru samdar um, at halda áfram við at framføra við konseptinum. Tað snýr seg um nostalgi og stuttleiki við sangum og hittum frá 90unum og byrjanini av 00unum. Tær fýra leitaðu eftir einum prosjektið sum snúðið seg um at hava tað stuttligt og at veita eitt framúr show til áhoyrararnar.
Konseptið eydnaðist heilt væl, og í summar verður tað at síggja og hoyra í Havnini.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 11. mars 2025
Libido hjá Johan (HOT) Mortensen hevur ikki verið at fáa í umleið 50 ár. Nú eru 200 eintøk prentað, og nýggja útgávan verður løgd fram týskvøldið í Sirkus
- Tað er helst tíðarspilla at ummæla hesa guðsjammerligu fusk-útgávu, skrivaði ein lesari í bløðunum, tá yrkingasavnið "Libido" eftir ein, ið rópti seg HOT, kom út í 1972 á egna forlagið høvundans, Semper Ardens.
Handan forlagið og handan navnið HOT fjaldi seg studdentaskúlanæmingurin, nú vinnulívsmaður og íverksetari, Johan Mortensen.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 13. mars 2025
Pauli í Sandagerði hevur gjørt 36 klaverútsetingar av føroyskum løtum umframt lættari útsetingar av egnum klaverkum
Í dag, leygardagin 15. mars kl. 15 verður framløga av nýggju føroysku nótabókini “Klaverbók til stór og smá” eftir tónaskaldið Paula í Sandagerði.
Framløgan er almenn og verður í Hátúni á Tórshavnar Musikkskúla við Landavegin. Pauli verður sjálvur til staðar á framløguni, har klaverskúlanæmingar eisini fara at spæla onkur stykki úr bókini.
Í “Klaverbók til stór og smá” eru 36 klaverútsetingar av føroyskum sangum, vísu- og kvæðaløgum umframt lættari útsetingar av ymsum av Paulasa egnu klaververkum.
Klaverstykkini eru á ymsum torleikastigum – frá stuttum og løttum útsetingum av kendum barnasangum til longri og eitt sindur meiri krevjandi klassisk stykki.
Løgini, sum stykkini byggja á, eru eftir ein hóp av føroyskum tóna- og lagasmiðjum: Jóhannus á Rógvu Joensen, Jógvan Waagstein, Hanus G. Johansen, Regin Dahl, Hans J. Højgaard, Knút Olsen, Jógvan á Lakjuni, Sámal Petersen, Kára Bæk, Steintór Rasmussen, Anniku Hoydal, Eivør og Eyðun Nolsøe. Føroysku fólkaløgini eru t.d. ‘Regin smiður’ og ‘Nú liggur ein kavafonn tindi á’.
Bókin er ætlað bæði sum eitt føroyskt "ískoyti" til undirvísing í klaverspæli og sum ein bók við smáum klaverstykkjum til ein og hvønn at hugna sær við framíhjá.
Øll stykkini hava fingrasetingar, og Bárður Jákupsson hevur myndprýtt bókina við smáum vignettum.
Mentanargrunnur Landsins og KODA Føroyar/Føroysk Tónaskøld hava stuðlað útgávuni.
Útgevari er nótaforlagið Edition H. Eide, ið Hugin Eide stovnaði fyri trimum árum síðani.
Forlagið hevur áður givið út:
Klaverbók fyri stór og smá verður at fáa í bókahandlunum frá mánadnum.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 11. mars 2025
Talan er um nýggjar upptøkur av sálmum hjá Petur Jacob Sigvardsen og Knút Olsen við ymiskum sangarum, sum flestar eru gjørdar í Havnar kirkju
Á grækarismessu gav plátufelagið Tutl út 63 sálmar í sálmasavninum 'Føroysk sálmaløg' talgilt út.
Forlagið Búgvin gav í 2012 út lagsavnið Føroysk sálmaløg við sálmum hjá Petur Jacob Sigvardsen og Knút Olsen. Síðan bókin kom út, hava mong viljað hoyrt sálmarnar.
Í nøkur ár hevur tí verið arbeitt við einari verkætlan, har ymiskir sangarar syngja sálmaløgini við orgulfylgispæli – í einstøkum føri við klaverfylgispæli. Flestu sálmarnir eru tiknir upp í Havnar kirkju, har Gudmund Mortensen hevur fylgispælið. Klaverfylgispælið til nakrar av sálmunum hevur Knút Olsen.
Tveir ymiskir bólkar við ávikavist 8 og 5 sangarum syngja nakrar sálmar, meðan 7 ymiskir solistar syngja nakrar.
Finnur Hansen hevur tikið upp og viðgjørt upptøkurnar, og Tutl stendur fyri útgávuni. Lurtast kann eftir sálmunum á talgildu miðlunum her:
https://bfan.link/foroysk-salmalog.
Til ber at lesa meira um útgávuna, síggja sangtekstir v.m. á heimasíðuni hjá Tutl
Útgávukonsert 30. mars
Í sambandi við útgávuna verður útgávukonsert í Havnar kirkju sunnudagin 30. mars kl. 16, har nakrir av sangarunum á útgávuni: Eyðbjørg Hansen, Arina Bischoff, Høgni Debes, Sámal Matras Kristiansen og Andreas Samuelsen syngja nakrar av “teirra” sálmum.
Høvi verður eisini hjá teimum, sum eru komin at lurta, at syngja onkran sálmin í savninum.
Gudmund Mortensen hevur fylgispælið. Aftan á konsertina verður boðið til ein drekkamunn í Kirkjustovu.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 12. mars 2025
Tórshavnar kommuna hevur latið eina millión krónur til filmsfekætlanir. Spælifilmurin "Island Fever" fekk mest í hesum umfari
Tórshavnar kommuna lýsti fyrr í ár við stuðulsmøguleika til film. Endamálið við stuðlinum er at menna filmsvinnuna í kommununi og at viðvirka til, at filmsvinnan verður ein enn meira týðandi vinnugrein. Ein millión krónur vóru tøkar til endamálið. Eftir tilmæli valdi vinnunevndin at stuðla átta filmsverkætlanum, skrivar kommunan á heimasíðuni.
Tá umsóknarfreistin var farin, vóru 19 umsóknir komnar inn, sum fevndu breitt bæði viðvíkjandi evni og slag av filmi.
Eftir tilmæli frá arbeiðsbólki við umboðum frá stjórnarskrivstovuni, mentamáladeildini, Hugskotinum og ráðgeving frá uttanveltaðum serfrøðingi, valdi vinnunevnd Tórshavnar býráðs at veita fylgjandi átta verkætlanum stuðul:
Hesar verkætlanir lúka allar treytirnar fyri stuðul. Umsóknirnar vóru bæði áhugaverdar og dygdargóðar. Eisini vísti arbeiðsbólkurin á, at filmarnir hava stórar vinnuligar menningarmøguleikar, og eru á tann hátt við til at styrkja film sum vinnugrein í Tórshavnar kommunu.
Nýtt umsóknarumfar verður eftir ætlan fyrst í komandi ári.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 13. mars 2025
Samgonguflokkarnir IA og Siumut fingu stóra afturgongd, meðan sjálvstýrisflokkurin Naleraq við Aki -Matilda Høegh-Dam fekk stóra framgongd. Demokraatit gjørdist tó størsti flokkurin á spennandi valinum
Stórur spenningur hevur verið um grønlendska valið og sanniliga ikki bert í Grønlandi.
Valluttøkan var høg á valinum týsdagin, og spenningurin helt sær leingi. Tá klokkan var beint yvir hálvgum fimm føroyska tíð, vóru allar atkvøðurnar á øllum teimum 72 valstaðnum taldar upp.
Úrslitið
Nógvar ymiskar niðurstøður kunnu gerast, men greitt er, at flokkurin hjá landsstýrisformanninum, Múte B. Egede, fekk eina afturgongd á umleið 15 prosent. Sama var hjá Siumut. Flokkurin varð bert fjórðstørsti flokkur við undir 15 prosentum av samlaðu atkvøðunum og er hetta søguliga lágt.
Harav fekk sitandi samgonga krakk, meðan fagnaðurin hjá teimum í Naleraq var stórur. Flokkurin fekk tvífalt so stóran stuðul stuðul sum á valinum 2021. Ikki óvæntað varð fólkatingslimurin Aki-Matilda Høegh-Dam atkvøðuslúkur við 2.954 persónligum atkvøðum.
Aki-Matilda Høegh-Dam stillaði nú upp fyri sjálvsstýrisinnaða flokkin Naleraq, sum fekk eitt gott val
Flokkurin, sum er mest víðgongur í sjálvstýrismálum, noyðist helst at kasta saman við "Demokraatit". Ógvuliga óvæntað gjørdist hesin heilt stóri flokkurin við beint undir 30 prosentum av atkvøðum.
Á seinasta vali til Inatsisartut fekk systurflokkurin hjá danska Liberal Alliance bert níggju prosent av atkvøðunum.
Jens-Frederik Nielsen átti umleið 4.600 av atkvøðunum og 33-ára gamli leiðarin verður helst hann, sum skal standa á odda fyri samgongutingingum.
Demokraatit kann fara ymiskar vegir og millum annað fáa meiriluta bert við Naleraq - uttanum IA og Siumut. Vinnarin á valinum er ikki eins víðgondur í sjálvstýrismálunum, sum Naleraq, men vil arbeiða í stigum móti grølnendskum sjálvsræði. Annars er tað eitt øðrvísi sýn á vinnuliga øki og í fiskivinnumálum. Viðmerkjarar meta, at grønlendsku veljararnir nú hava valt "tað nýggja Grønland".
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 12. mars 2025
Hon fekk nógv flest atkvøður hjá sjálvstýrissinnaða Naleraq, ið gjørdist næststørsti flokkur og fekk átta av teimum 31 sessunum í Inatsisartut
Fyrr í ár tó hon seg úr Siumut, og fór heldur í Naleraq, sum millum annað er meira víðgongd á sjálvsstýriskósini.
Aki-Matilda Høegh-Dam stillaði ikki upp til seinasta val í Grønlandi, tí hon er fólkatingslimur, men hennara floksskifti hevði sína ávirkan á valúrslitið týsdagin.
Siumut hevði eitt søguliga vánaligt val. Flokkurin fekk bert 14,7 prosent og gekk eisini aftur við júst 14,7 prosentum. Siumut gjørdist bert fjórðstørsti flokkur, meðan Naleraq varð næststørsti flokkur við 24,5 prosentum.
Talan var um tvífadan hjá flokkinum, í mun til valið seinast, og 28-ára gamla fólkatingskvinnan varð atkvøðuslúkur við 2.954 persónigum atkvøðum.
Floksformaðurin í Naleraq, Pele Broberg, fekk 1.254 atkvøður.
Aki-Matilda Høegh-Dam er í gongd við sína aðru setu í Fólkatinginum, og hetta verður hennara seinna seta. Frammaundan valinum hevði Høegh-Dam boðað frá, at hon fór at taka seg úr danska parlamentinum, um hon varð vald i ta grønlendska, Inatsisartut.
Spurningurin er so nú, hvørja ávirkan Naleraq fær. Flokkurin kann í stóran mun mynda framtíð Grønlands um óvæntaði vinnarin av valinum, Demokraatit við Jens-Frederik Nielsen á odda, velur at kasta saman við næststørsta flokkinum.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 12. mars 2025
Formaðurin seinastu fimm árini hevur tikið seg aftur, og Vivian Motzfeldt, sum var næstforkvinna áðrenn, tekur yvir
Valið til Inatsisartut týskvøldið varð eitt stórt slag fyri Siumut. Stóri grønlendski flokkurin hevur leingi sitið partvíst við valdi men fekk bert 14,7 prosent av atkvøðunum hesaferð.
Hetta er eisini ein afturgongd á 14,7 prosent, í mun til 2020, og Siumut var bert fjórðstørsti flokkur í Grønlandi við fýra umboðum.
Risastóra afturgongdin, sum kann hanga saman við, at Siumut hevur verið skinklandi í valstríðnum. Erik Jensen, formaður, trekti í land viðvíkjandi víðgongdu sjálvsstýrisleiðina.
Hetta fekk fólkatingslimin Aki-Mathildu Høegh-Dam at fara úr flokkinum og ístaðin fara í Naleraq. Hon fekk beint undir 3.000 persónligar atkvøður.
Erik Jensen fekk sjálvur 645 atkvøður. Í formansumfarinum á KNR, eftir at úrslitið varð greitt, staðfesti hann, at var til reiðar at taka ábyrgd fyri søguliga vánaliga úrslitinum.
Tað hevur hann so nú gjørt. Erik Jensen tók við í 2020 men hevur nú sagt formanssessin frá sær.
Vivian Motzfeldt, sum fekk 247 atkvøður og er landsstýrisfólk, tekur við. Hon var næstforkvinna áðrenn.
Vivian Motzfeldt (Mynd: EPA)
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 13. mars 2025
Eftirmaðurin hjá Justin Trudeau varð funnin sunnukvøldið
6. januar legði kanadiski forsætisráðharrin, Justin Trudeau frá sær sum formaður í liberala flokkinum, og sunnukvøldið varð avloysari hansara funnin.
Nýggi formaðurin í liberala flokkinum og harvið eisini komandi forsætisráðharrin í Kanada, er Mark Carney fekk 85,9 prosent av atkvøðunum á formansvalinum, skrivar Ritzau.
Í fráfaringarrøðu sínari sunnukvøldið ávaraði fráfarandi forsætisráðharrin, Justin Trudeau um, at Kanada stóð frammanfyri einari "eksistentiellari avbjóðing".
Amerikanski forsetin, Donald Trump, hevur fleiri ferðir sagt, at hann ynskir at gera Kanada til 51. amerikanska statin og hevur umrøtt Trudeau sum "Trudeau guvernørur".
Eisini Carney nevndi hetta í takkarrøðu sínari, har hann m.a. segði, at amerikanarar ynskja at yvirtaka kanadiskt tilfeingi, vatn, jørð og land.
– Hugsið um tað. Eydnast tað teimum, fara tey at oyðileggja okkara lívslag, segði Carney.
– USA er ikki Kanada. Kanada verður ongantíð ein partur av USA.
59 ára gamli Mark Carney er fyrrverandi stjóri í kanadiska miðbankanum. Hann verður fyrsti forsætisráðharrin í Kanada uttan royndir sum politikkari ella ráðharri.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 10. mars 2025
Farna vikuskiftið kom farmaskipið Akranes á Strendur við oljutangunum sum oljufelagið Krafta skal hava
Akranes kom um midnáttarleitið leygarkvøldið á Stendur við oljutangunum, sum skulu setast upp til oljufelagið Krafta.
Tað er á Hulki á Strondum, at ArtiCon seinastu tíðina hevur fyrireikað uppsetingina av tangunum, sum eru 17 metrar høgir og 14 metrar breiðir.
Oljutangarnir eru sigldir úr Hirtshals.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 09. mars 2025
SEV hevur bílagt heimaløðistøðir frá øðrum veitara
Í løtuni kann roknast við bíðitíð eftir nýggjari heimaløðistøð til elbilin. Orsøkin er, at fasti veitarin hjá Sev, sum er Etrel, hevur skift eigara, sum hevur avgjørt at niðurlaga alt virksemi í Evropa og at siga upp allar samstarvsavtalur.
Innleggingardeildin hjá Sev arbeiðir við at finna nýggja góða og varandi loysn, og hevur harumframt bílagt heimaløðistøðir frá øðrum veitara. Roknast kann tó við eini bíðitíð á 2-3 vikur.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 09. mars 2025
Spennandi dystur, men enn einaferð mistu føroyingar sína tryggu hálvleiksleiðslu, men tað endaði 32-32
Helst vóru tað fleiri føroyskir hondbóltsfjepparar, sum vóru eitt sindur vónsviknir mikukvøldið. Eftir ein rímiliga góðan fyrra hálvleik, so misti føroyska liðið leiðsluna í øðrum hálvleiki.
Men hóast Niðurlond ikki høvdu tríggjar av sínum bestu leikarum við, so vístu teir seg at vera eins drúgvir, sum óttast var fyri frammanundan. Við góðum taktikki frá fyrrverandi svenska stórspælaranum, Staffan Olsson, eydnaðist tað gestunum at støðga føroyska álopinum og finna vegin í føroyska málið í hinum endanum.
Ikki fyrr enn tá umleið 12 minuttir vóru eftir, komu niðurlendingar framum fyri fyrstu ferð síðan støðuna 0-1.
Ein yvirgang vóru Niðurlond framman fyri við tveimum. Men tíbetur eydnaðist tað føroyska liðnum at javna í seinasta sekundi. Tað var vinstri vongur, sum var ísakaldur og skoraði.
Tað var sum um, at føroyski bonkurin ikki fann lykilin móti niðurlendsku verjuni í øðrum hálvleiki. Og spakuliga vunnu niðurlendingar føroysku fýra máls leiðsluna innaftur fyri eisini at leggja seg framum
Í øðrum hálvleiki vóru tað einmansavrik frá serliga Eliasi E. á Skipagøtu og Óla Mittún – sum vanligt – ið hildu okkum í dystinum og loksins tryggjaðu okkum annað stigið.
Og hetta stigið kann í síðsta enda vísa seg at gerast týdningarmikið, tá EM-undankappingin skal gerast upp. Tí fýra teir bestu trýararnir sleppa við til EM, og stigið vit fingu í kvøld kann vísa seg at gerast tað, sum kann tryggja okkum víðari luttøku.
Føroysku málskjúttarnir:
Elias Ellefsen á Skipagøtu 11 mál
Hákun West av Teigum 7 mál
Óli Mittún 5 mál
Teis Horn Rasmussen 4 mál
Leivur Mortensen 3 mál
Allan Norðberg 2 mál
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 12. mars 2025
Frá at hava leiðslu á fleiri mál og tamarhald á til at skinkla og síðani til at fegnast um týðandi og harðvunnið stig. Føroysku spælararnir og stóra fjøldin endaði við at fegnast, tí nú er man eitt fet nærri EM-endaspælinum
Tað vóru blandaðar kenslur hjá spælarunum og teimum flestu við Tjarnir stutt eftir seinasta bríksl. Føroyskur hondbóltur hevur aftur víst, hvat man kann við at fáa stig móti einari av ovaru tjóðunum seinastu árini - í einari nýggjari, flottari og fullsettari høll. Fjøldin og liðið svaraðu aftur, tá niðurlendingar høvdu fingið yvirtakið í seinna helmingini av 2. hálvleiki.
Í fyrra hálvleiki vóru okkara omaná. Man gagnnýtti, at Niðurlond spældu uttan sínar størstu profilar, ið hava so nógv at siga fyri álopsspælið. Tað var ógvuliga flott til tíðir hjá Føroyum, og bert fimm skot vórðu brend allan fyrra hálvleik. Eftir flott mál hjá Teis og Eliasi í seinastu sekundunum fyri steðgin, fór tað á +4. Eini tvey mistøk færri í álopinum, og eini tvey brotskøst færri til teir appelsinlittu (marginaldømingar), so var munurin fimm mál ella beint yvir tað.
So sterkt var føroyska avrikið, men eins og móti Ukraina í november fall tað nakað. Ov nógv kom at liggja á Eliasi Ellefsen á Skipagøtu, og útyvir 7 móti 6 við hansara avgerðum komu Føroyar ikki við nógvum nýggjum móti einari meira ágangandi mótstøðuverju. Óli Mittún var flúgvandi og stýrdi tingunum eina løtu fyri steðgin, men í løtum í 2. hálvleiki sæst, at hann er 19-ára gamal og ikki hevur spælt á hægri stigi enn Svøríki enn. Tá so ógvuliga tryggi Hákun West av Teigum brendi eitt skot, onkur bóltur ikki varð loftaður, og Elias fekk eina býtta útvísing, so byrjaði tað at síggja meira dapurt út.
Verjan, við Pæturi Mikkjalsson og Teis Horn Rasmussen mitt fyri, og nøkrum bjargingum frá Paula Jacobsen tíðliga hevði annars tálma í 1. hálvleiki. Nakað inn í 2. hálvleik vóru tað næstan bara opin skot eftir opin skot hjá liðnum, sum skorar nakað yvir 30 mál í miðal. Sjálvt uttan Steins og Smits fingu Føroyar ikki steðgað álopsmaksinuni; ikki fyrr enn móti endanum tá áskoðararnir eisini hjálptu nógv til við buh-rópum og øðrum.
Fyrsta stóra landsliðsklimaksið við Tjarnir kom á 59.58 , tá Leivur Mortensen úr rættiliga spískum var púra tryggur. Eina stigið merkir, at Føroyar eru í væl betri støðu í bólkinum nú enn áður.
Nógv er eftir at læra hjá unga liðnum. Í dag sluppu Bjarni í Selvindi, Sasha Lacok og serliga Ísak Vedelsbøl veruliga at royna seg og samanlagt nógvar góðar atgerðir vóru harfrá. Næsta stigið er at spæla samansett góðar dystir móti sterkum londum, har man hevur yvirvágina - næsta uppgáva er í Almere í Niðurlondum móti sama liðið sunnudagin seinnapartin.
Undankappingin til EM 2026 - 3. umfar av seks
Mikudagin 12. mars, við Tjarnir
Føroyar - Niðurlond 32-32 (18-14)
Hósdagin 13. mars, Pristina
Kosovo - Ukraina 31-30 (16-12)
Støðan eftir trý umfør:
1. Niðurlond 4 stig
2. Føroyar 3 stig
3. Kosovo 3 stig
4. Ukraina 2 stig
4. umfar, sunnudagin 16. mars
Kl. 14: Niðurlond - Føroyar
Kl. 17: Ukraina - Kosovo
Tvey lið koma beinleiðs víðari eftir seks umfør. Fýra teir bestu trý'ararnir koma eisini.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 12. mars 2025
Tað liggur ein risa ábyrgd á føroyska spælskiparanum. Tað hevði heilt góð ting við sær í kvøld - millum annað ellivu mál og sjey upplegg - mein eisini eyðsýnd mistøk
Elias Ellefsen á Skipagøtu hevur verið góðheitur fyri THW Kiel í seinastuni, og tað var hann eisini til tíðir í Hoyvík mikukvøldið.
Nummar 71 varð føroyskur toppskjútti í 32-32 javnleikinum móti Niðurlondum við Tjarnir. Hann skoraði ellivu mál - eitt færri enn toppskjúttin í dystinum, vongurin Rutger ten Velde.
Elias var tryggur upp á brotskøstini, fyriuttan tað fyrsta, og hevði fleiri flott mál á kvøldinum.
Eisini vóru nøkur av teimum sjey uppleggunum, flest í dystinum, ógvuliga snild. Elias á Skipagøtu var við at seta ferð á føroyska spælið.
Í nøkrum førum kastaði hann tó bóltin burtur í rímiliga ótrýstum støðum. Tað er ein avleiðing av, at man satsar uppá støðu við "høgum vinningi", og at so nógvar avgerðir liggja á einum spælara.
Elias Ellefsen á Skipagøtu brendi eisini heldur nógv skot. Talan var um sjey í tali.
Staðfestast kann tó, at uttan 22-ára gamla Kiel-spælskiparan høvdu Føroyar havt ógvuliga torført við at koma á 32 mál og at fáa stig móti so mikið sterkum liði sum Niðurlondum.
Føroysku málskjúttarnir:
Elias Ellefsen á Skipagøtu 11 mál
Hákun West av Teigum 7 mál
Óli Mittún 5 mál
Teis Horn Rasmussen 4 mál
Leivur Mortensen 3 mál
Allan Norðberg 2 mál
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 12. mars 2025
Burn-deildin: Kyndil vann stórt á Team Klaksvík, VÍF vann í Kollafirði, og hoyvíkingar vendu tí á heimavølli móti StÍF, sum skal spæla fjórðingsfinalur
Kyndil vann leygardagin sum væntað greitt á Team Klaksvík. Tað endaði 39-20 á Hálsi. Harvið er greitt, at teir í grønum sleppa undan fjórðingsfinalu: Kyndil hevur vunnið grundspælið.
Liðið, sum endar á 2. plássið, kemur eisini beinleiðis í hálvfinaluna. Hetta stríðið hevur staðið millum VÍF, H71 og StÍF, men nú er stíðstnevnda úti av hesum stríði.
StÍF var annars á odda 18-14 í steðginum í Hoyvík eftir at hava spælt heilt væl fyri steðgin. Heimaliðið át seg síðani inn við størri inntensiteti í verjuni og skarpari álopsspæli, men tað vóru eisini fýra mál á muni, tá beint undir átta minuttir vóru eftir (22-26). Restina av ferðmikla og inntensa dystinum tapti StÍF tó 7-2.
Flott komið aftur av hoyvíkingum, har Høgni Heinason, Brian Slyne og Høgni Højsted (seks mál hvør) gingu á odda í bakketuni, men har uppaftur yngri mans eisini vístu seg fram: Millum annnað Jógvan Andreas Lamhauge, Ingi Johannesen í málinum og Jón Eyðunsson Midjord á strikuni og í miðverjuni – har Sakaris Sakarisson og Rókur Ziskason manglaðu.
VÍF fylgir við hoyvíkingunum. Vestmenningar høvdu meira at spæla fyri enn kollfirðingar í kvøld, og komu eisini á odda 4-0. Einasta løtan, har KÍF veruliga var omaná, var tíðliga í 2. hálvleiki. Heimaliðið var eina løtu á odda, men VÍF vendi tí aftur, og vann við seks málum.
Eftir landsliðsstøðgin eru tvey tey seinastu umførini á skránni, og bæði VÍF og H71 hava tað í egnum hondum. Tey spæla móti hvørjum øðrum í Vestmanna 23. mars, og tað verður helst avgerandi - StÍF er nú tvey stig aftanfyri og verri innanhýsis enn bæði. Harvið skulu StÍF, Neistin og KÍF og eitt lið afturat spæla um hálvfinalupláss í apríl.
Søðan í Burndeildini:
Kyndil 26 stig
VÍF 20 stig
H71 20 stig
StÍF 18 stig
KÍF 15 stig
Neistin 14 stig
Team Klaksvík 1 stig
Kyndil og Team Klaksvík hava ein dyst eftir at spæla í grundspælinum - hini liðini hava tveir dystir eftir.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 08. mars 2025
Uppflytararnir og føroyameistararnir spældu 1-1 javnleik við Stóra
Í fjør fingu føroyameistararnir úr Víkingi fullan pott móti øllum liðunum uttan fyri topp-trý. Nú eitt umfar er spælt í 2025 hevur Víkingur eitt stig eftir javnleik móti øðrum av uppflytarunum.
Fleiri spurnartekin hava verið kring TB-liðið, sum tó hevur fingið nakað av styrki, men undir fyribils venjaranum Karl Øster eydnaðist at fáa eina frálíka byrjan uppá kappingarárið.
Víkingur hevði leikligu yvirvágina, men TB'arnir arbeiddu hart, og danski málverjin Anders Tønnesen hevði nakrar góðar bjaringar.
Miðskeiðis í 2. hálvleiki fekk innskifti Jákup Johansen hol á, men bert fýra minuttir seinni javnaði TB við brotssparki. Tað var Samudeen Musah, ið skoraði til 1-1.
Hetta gjørdist úrslitið í Trongisvági. TB helt fast, og føroyameistararnir fingu ein heldur tungan túr norður um Suðuroyarfjørð. Ein mynd av, at TB er í betri skørum enn nógv væntaðu, og at Víkingur ikki er heilt á sama staði sum í fjør.
Myndir frá dystinum síggjast her
(Mynd: Sverri Egholm)
Brandur Hendriksson avgjørdi í 95. minutti
Teir báðir dystirnir í 1. umfari í bestu mansdeildini, sum byrjaðu klokkan 15 leygardagin, endaðu við heimasigrum til favorittarnar. Tað var tó als ikki lætt spæl hjá NSÍ og KÍ, og serliga við Løkin noyddust teir á heimaliðnum at grava djúpt.
B36 kom á odda í sínum fyrsta álopi, tá Jann Benjaminsen gjørdi brotspark. Hetta umsetti Bogi Reinert-Petersen trygt til 0-1. Restina av 1. hálvleiki hevði NSÍ bóltin heilt nógv men skapti lítið móti vælskipaðum B36-verjuparti. Í 63. minutti bragdaði, tá Klæmint Andrasson Olsen skoraði eftir frísparksinnleggi frá Brandi Hendrikssyni.
Seks minuttir seinni var 1-3. Fyrst skoraði innskifti Jógvan Kárason Gullfoss eftir enn eitt mistak frá fyrrverandi B36-liðformanninum á høgra bakki hjá NSÍ, og síðani gjørdist fuglfirðingurin hjá B36 tvífaldur málskjútti.
Klæmint og NSÍ svaraðu skjótt aftur - hetta var mál nummar tvey hjá rituvíkinginum í sínum dysti nummar 400 fyri besta liðið hjá NSÍ. Tað var undirhaldandi og nógv stóð á, og eftir 81 minuttir fekk NSÍ eitt brotspark, ið sá út til at vera í minsta lagi tunt. Petur Knudsen umsetti tað til 3-3.
Brandur Hendriksson hevði Símun Sólheim sum eitt slag av skugga gjøgnum dystin. Men tá 94 minuttir vóru spældir og NSÍ fekk fríspark stutt uttan fyri B36-brotsteigin, slapp 29-ára gamli skálvíkingurin at skjóta frítt. Tað var sum um, at hetta stóð skrivað í stjørnunum, og við einum frálíkum skoti upp í málhornið avgjørdi Brandur sín fyrsta vaksmannadyst í føroyskari kapping.
(Mynd: Sverri Egholm)
Sí myndirnar frá dystinum við Løkin her
Í Klaksvík javnaði 07 Vestur tveir minuttir eftir, at heimaliðið hevði lagt seg á odda. KÍ fekk leiðsluna aftur tíggju minuttir inn í 2. hálvleik, tá Páll Andrasson Klettskarð aftur var á rætta staðnum í brotsteigin.
Sigurin hjá KÍ var ikki heilt sannførandi. Punktum varð sett í yvirtíðini, tá Deni Pavlovic skoraði í sambandi við hornaspark. Trý má og trý stig til stórfavorittarnar. Toppskjúttin í Betrideildini í fjør skoraði tvey mál, og Páll legði upp til tað triðja.
TB - Víkingur 1-1 (0-0)
69' 0-1 Jákup Johansen (Olaf Bárðarson)
73' 1-1 Samudeen Musah, brotsspark
NSÍ - B36 4-3 (0-1)
02' 0-1 Bogi Reinert-Petersen, brotsspark
63' 1-1 Klæmint Andrasson Olsen (Brandur Hendriksson)
66' 1-2 Jógvan Kárason Gullfoss
69' 1-3 Bogi Reinert-Petersen (Hannes Agnarsson)
71' 2-3 Klæmint Andrasson Olsen (Jasper van der Heyden)
82' 3-3 Petur Knudsen, brotsspark
90+5' 3-4 Brandur Hendriksson Olsen
KÍ - 07 Vestur 3-1 (1-1)
22' 1-0 Páll Andrasson Klettskarð (Claes Kronberg)
24' 1-1 Casper Gedsted Hansen (Mikkel Hyllegaard)
56' 2-1 Páll Andrasson Klettskarð
90+1' 3-1 Deni Pavlovic (Patrik Johannesen)
FC Suðuroy - EB/Streymur
útsettur - verður spældur 22. mars
Fríggjakvøldið:
HB - B68 3-2 (3-2)
04' 1-0 Ári Mohr Jónsson (Heini Sørensen)
25' 2-0 Sammy Skytte (Mathias Voss)
38' 3-0 Leivur Guttesen
39' 3-1 Hanus Højgaard (Emanuel Kulego)
42' 3-2 Sebastian Nielsen (Emanuel Kulego)
Komandi dystir:
Sunnudagin 16. mars kl. 15: 07 Vestur - HB
Sunnudagin 16. mars kl. 15: B36 - KÍ
Sunnudagin 16. mars kl. 15: EB/Streymur - TB
Sunnudagin 16. mars kl. 16: B68 - FC Suðuroy
Sunnudagin 16. mars kl. 17: Víkingur - NSÍ
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 09. mars 2025
Tað sá svart út eina løtu, men vit vísa øgiliga mentala styrki við at koma aftur, sigur skálvíkingurin eftir 4-3 sigurin í sínum fyrsta almenna dysti fyri NSÍ - hann avgjørdi sjálvur í yvirtíðini
Fyrsti dysturin hjá Brandi Hendrikssyni Olsen í føroyskum vaksnamannafótbólti gjørdist minniligur.
29-ára gamli skálvíkingurin avgjørdi við flottum beinleiðis frísparki, og tryggjaði harvið einum av fremstu FM-biðlunum trý stig móti B36.
Mynd: Sverri Egholm
Útiliðið var annars á odda 3-1 miðskeiðis í 2. hálvleiki, og Símun Sólheim nærum mansuppdekkaði Brand.
Landsliðsmiðvallarin setti í samrøðu við Roysni orð á serstøku upplivingina, og at hetta er rætta tíðin hjá honum at koma aftur til Føroya at spæla.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 09. mars 2025
Og sjálvandi skoraði metmálskjúttin úr Rituvík eisini í sigrinum á B36 í Runavík. 34-ára gamli áleyparin hevur nú 241 mál í bestu mansdeildini í Føroyum
Eitt ár var hann burtur frá barndómsfelagnum. Hetta var, eftir at NSÍ flutti niður í 2022. Hugurin at fara var ikki serliga stórur hjá Klæminti Andrasson Olsen, men boðini frá táverandi høvuðsvenjaranum á A-landsliðnum, Håkani Ericson, vóru púra greið: Spælir tú fyri NSÍ í 2023, so verður tú ikki á landsliðnum.
Klæmint varð leigaður til Breiðablik, og fekk nakrar serstakar upplivingar í íslendska felagnum. Í september 2023 gjørdist hann fyrsti spælari at skora fyri eitt íslendkst felag í einum evropeiskum bólkaspæli, tá málrevurin tvær ferðir var á blettinum í Tel Aviv. Samanlagt hevur Klæmint 10 evropeisk mál fyri NSÍ og Breiðablik. Maðurin, sum hann oftast verður sammettur við, Páll Andrasson Klettskarð, hevur sama tal. Einasti føroyinur, sum hevur fleiri, er fyrrverandi liðfelagin Árni Frederiksberg (13).
Sí eisini: Klæmint hevur skrivað fótbóltssøgu
Í fremstu mansdeildini hevur eingin gjørt fleiri mál enn Klæmint Andrasson Olsen. Í 4-3 sigrinum á B36 leygardagin var 10'arin hjá NSÍ á blettinum tvær ferðir. Harvið hevur hann nú 241 mál í Betrideildini - 33 fleiri enn Páll Klettskarð, sum sambært FaroeSoccer hevur 46 dystir færri.
Klæmint hevur nú spælt júst 400 dystir, so tað var ógvuliga hóskandi, at hann í veruligum "Klæmint-stíli" var til reiðar aftanfyri ryggin á verjuspælara og skoraði fyri teir í gulum og svørtum.
Eingin annar hevur spælt fleiri dystir fyri NSÍ í Betrideildini, og tað eru fáir spælarar, sum røkka slíkum tølum. Sølvi Vatnhamar kom á 400 dystir seint í síðsta kappingarári.
Klæmint Andrasson Olsen hevur eisini verið við at vunnið FM og steypakappingina við barndómsfelagnum. 34-ára gamli rituvíkinurin er ein ímynd av NSÍ. Hann sær út til at vera heilt væl fyri, og fleirfaldi toppskjúttin og metmaðurin varð heiðraður leygardagin, tá hann og NSÍ byrjaði kappingarárið væl í dramatiskum dysti við Løkin.
Klæmint Andrasson Olsen saman við formanninum hjá NSÍ, Karsteni Joensen, beint fyri dystarbyrjan (Mynd: NSÍ)
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 09. mars 2025
Hetta við stórum meiriluta. 65-ára gamli toftamaðurin heldur harvið fram næstu fýra árini, og hetta verður hansara seinasta skeið
Í 2010 tók hann við sum FSF-forseti, og nú hann er 65-ára gamal, er Christian Fríðbjartur Andreasen afturvaldur fyri fýra ár.
Hetta gjørdist greitt eftir atkvøðugreiðsluna, sum var á Hotel Hilton seinnapartin leygardagin.
Mótvalevnið, John Eystberg, fekk bert tríggjar av teimum 34 tøku atkvøðunum. 17 feløg eru, og harvið atkvøddi eitt felag blankt.
Christian Andreasen fekk 29 atkvøður, og varð harvið afturvaldur við stórum meiriluta.
Valskeiðið er fýra ár, og sambært forsetanum sjálvum verður hetta hansara seinasta skeið. Hann verður 69-ára gamal, tá skeiðið er av í 2029. Aldursmarkið fyri sessin er 70 ár, so tað er hóskandi staðfesti ein fegin forseti.
Jóannes Prestá í miðjuni (Mynd: FSF)
Jóannes Prestá og Róin Schrter valdir í starvsnevndina
Sólrun Hendriksson Sørensen fekk sess í starvsnevndini uttan atkvøðugreiðslu.
Afturat 41 ára-gomlu kvinnuni, sum verður tann triðja í starvsnevndini, verður Jóannes Arnsteinsson Prestá nýggjur í starvsnevndini.
Hetta gjørdist greitt eftir eitt ógvuliga tætt starvsnevndarval á Hotel Hilton leygardagin.
Róin Schrøter, til vinstru, og Fríðin Ziskason, til høgri (Mynd: FSF)
Jóannes fekk 21 av teimum 57 atkvøðunum, Róin Schrøter fekk 19 atkvøður og Fríðin Ziskason 17 atkvøður.
Róin og Fríðin hava sitið í starvsnevndini. Nú er greitt, at hvalbingurin, sum seinastu árini hevur verið varaforseti og formaður í kappingarnevndini, sleppur at halda fram. Fríðin Ziskason gjørdist júst ov stuttur eftir drúgva tænastu.
Jóannes Prestá er 35-ára gamal, og hevur seinastu tvey árini verið formaður í Skála Ítróttarfelag. Hetta kann hann ikki halda fram við nú. Annars hevur skálamaðurin verið nógv virkin sum hondbóltsspælari og er til dagliga kreditleiðari í Norðoya Sparikassa.
Sí og hoyr eisini samrøðu við nývaldu Sólruna H. Sørensen og Jóannes A. Prestá her
Limirnir eru valdir fyri fýra ár.
Harvið sær starvsnevndin í FSF soleiðis út:
Christian Fríðbjartur Andreasen, forseti (Afturvaldur)
Róin Schrøter (Afturvaldur)
Jóannes Arnsteinsson Prestá (Nývalduu)
Sólrun Hendriksson Sørensen (Nývald)
Anja Rein (Vald í 2023)
Maria Jóhannusardóttir Joensen (Vald í 2023)
Heri á Rógvi (Vald í 2023)
Starvsnevnd FSF's. AFtast frá vinstru: Sólrun H. Sørensen, Jóannes A. Prestá, Róin Schrøter og Heri á Rógvi. Fremst f.v: Maria J. Joensen, Christian F. Andreasen og Anja Rein (Mynd:FSF)
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 08. mars 2025
- Okkara ungu dungaligu spælarar venja hedur lítið samanborið við onnur lond. Eftir at hann varð afturvaldur, setti Christian Andreasen orð á, hvat hann og nýliga samansetta starvsnevndin skulu hyggja upp
29 atkvøður til tann sitandi og tríggjar til avbjóðaran. Tað var eingin spenningur, tá samanumkom í forsetavalinum millum Christian Andreasen og John Eystberg.
Harvið kann 65-ára gamli toftamaðurin fara undir sítt 16. ár sum "fótbóltsbossur" í Føroyum. Christian Andreasen er valdur fyri fýra tey næstu árini, og hann fer ikki at stilla upp aftur. Tað gjørdi forsetin greitt í stuttu takkarrøðu síðani. Í 2029 verður hann 69 ár, og aldursmarkið er 70 ár.
Men hvat fer Christian Andreasen so at nýta hesa seinastu setuna til? Hetta spurdi Portalurin hann um stutt eftir valið á Hotel Hilton.
Millum tað sum Christian Andreasen legði dent á, var at stabilisera felagsskapin og umskipa umsitingina hjá Fótbóltssambandinum nakað. Hetta arbeiðið er farið eitt sindur í gongd, við tað at fyrisitingin nú er í fýra pørtum:
- Marknaðarføring og samskifti
- Fyrisiting og landslið
- Kappingar og dómarar
- Fótbóltur og menning
Nýggjur kappingarleistur var serliga uppi at venda veturin 2023-2024, men uppskotið varð vrakað áðrenn aðalfundin í fjør. Forsetin tykiskt vilja hyggja eftir hesum aftur.
Hann nevnir eisini fótbóltshøll, ið framvegis ikki er komin. Hetta var serliga í sambandi við, at leikaramenning skal meira á breddan. FSF skal vera sterkari á hesum økinum.
- Vit hava kanna tað eitt sindur, og tað vísir seg, at í londunum rundanum okkum venja spælarar, og serliga heilt góðu spælararnir, nakað meira enn í Føroyum. Vit skulu styrkja okkara leikaramenning og tilboð til teir mest evnaríku spælararnar, so vit ikki verða verandi aftanfyri.
Christian Fríðbjartur Andreasen hevur verið FSF-forseti síðani 2010.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 08. mars 2025
Útreiðslurnar við stuðulsjáttanum eru tó eisini nógvar, og samlaða avlopið fyri 2024 var 670.456 krónur - nakað hægri enn í 2023
Tá Christian Andreasen tók við í 2010 lá ársinntøkan hjá Fótbóltssambandi Føroya um 30 milliónir krónur. Tá toftamaðurin á aðalfundinum farna vikuskiftið varð aftuvaldur, varð millum annað lagt fram, at inntøkurnar hjá FSF vóru 74,5 milliónir krónur í 2024.
Peningurin frá UEFA, fyri sjónvarpsrættindi og annað er vaksin nógv seinastu árini. Men tað eru útreiðslurnar hjá Fótbóltssambandi Føroya so sanniliga eisini. Tá Óli Joensen, frá løggildigu grannskoðarafyritøkuni Januar, legði fram á Hotel Hilton, vísti hann á, at útreiðslurnar í ávísan mun fylgja við.
Talið, sum varð lagt fram, var beint undir 73,8 milliónir í útreiðslum fyri árið í fjør. Hetta merkir, at avlopið hjá Fótbóltssambandi Føroya fyri 2024 var á 670.456 krónur. Í 2023 var tað nóg illa seks siffrað, so talan er um betri ársúrslit á tann hátt.
Óli Joensen legði ymisk tøl fram frá rokniskapinum, sum Januar hevur góðkent (Mynd: Hans Erik Danielsen/FSF)
Rinda væl meira í lønum - landsliðini kosta nógv
Í framløguni varð víst á, at lønirnar hjá FSF eru hækkaðar nógv. Uppá eitt ár var tað við beint undir einari millión, so at talið í fjør var 9,1 milliónir.
Starvslønirnar eru farnar upp við 2,5 milliónum upp á fýra ár. Óli Joensen vísti á, at hetta serliga er vegna "aðrar samsýningar" til venjarar, spælarar og dómarar. Tað eru eisini komin nýggj størv í FSF seinastu tíðina.
Landsliðsarbeið er millum tað, ið kostar nógv, og ein av høvuðsspostunum hjá FSF kostar meira og meira. Fyri 2024 var samlaða talið 33,7 milliónir krónur. Har er A-landsliðið við monnum nógv tyngst: Beint yvir 15 milliónir krónur.
Hetta eru umleið tíggu milliónir meira enn A-landsliðið hjá kvinnum. 2024 var tó fyrsta árið nakrantíð, at FSF nýtti meira penng uppá ungdómslandsliðini á gentusíðuni enn á tey á dreingjasíðuni - samanlagt var talið eitt sindur yvir tíggju milliónir krónur.
Víst varð á, at tað at samstarvið við Håkan Ericson og toymi endaði yvir eitt ár fyri tíð - í oktober í fjør - ávirkaði ársúrslitið.
Meira verður latið í solidaritetspeningi og stuðli
Eitt, sum Christian Andreasen vísti á í sínari formansfrágreing, var, at FSF hevur styrkt um solidaritsskipanina. Hon er vaksin til 80 prosent og eftir broytingar hjá UEFA, hevur FSF - í samráði við feløgini - syrgt fyri, at "nýggi stuðulin" er størri enn áður og ikki bert er til feløg, sum hava lið í bestu mansdeildini. Tað er annars tað, sum evropeiska fótbóltssamgongan hevði ásett.
- Feløgini í fremstu mansdeildini lata beint undir 20 prosent av sínum solidartetspeningini, so tað "dryppar niðureftir". Stuðulin til feløgini var 4,6 milliónir, í mun til 3,2 milliónir í 2023.
Fýra ferðir 600.000 krónur vórðu eisini latnir til vallarverkætlanir í fjør. Talan er um sonevdna Hattrick-stuðulin, sum FSF hevur 12,2 milliónir at lata av millum 2024 og 2028.
Í fjør fóru samanlagt 2,4 milliónir til nýtt graslíki í Miðvági, Sørvági og í Klaksvík (á Djúpumýru) umframt nýggj vallarljós á Ovara vølli í Gundadali.
Forsetin eggjaði feløgum til at søkja, um tey skulu gera ábøtur viðvíkjandi vallarviðurskiftum.
Á aðalfundinum kom eisini fram, at væntaða ársúrslitið fyri 2025 fer at liggja á umleið 81 milliónurm krónum og einum avlopið á beint yvir milliónina - hetta um UEFA stuðlar nógv í mun til U17-endaspælið, sum verður í Føroyum í mai og sum er kostnaðarmikið. Tað er annars ikki vanligt, at Fótbóltssambandið hevur milliónayvirskot.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 09. mars 2025
41-ára gamla skálvíkskvinnan varð, sambært viðtøkunum hjá FSF, vald í starvsnevndina uttan atkvøðugreiðslu. Hetta er fyrstu ferð, at Fótbóltsambandið hevur tríggjar kvinnur í nevndini, ið telur sjey fólk
Á sjálvum altjóða kvinnudegnum varð søga skrivað í Fótbóltssambandi Føroya, í mun til kvinnuumboðan í ovastu nevndini hjá felagsskapinum.
Sólrun Hendriksdóttir Sørensen var ein av fýra uppstillaðum til teir fýra tøku sessirnar í starvsnevndini, í sambandi við hetta valið. Hon var einasta kvinnan, og sambært viðtøkunum hjá FSF skulu bæði kyn veljast.
Harvið gjørdist Sólrun Hendriksdóttir Sørensen, uttan atkvøðugreiðslu, triðja kvinnan í starvsnevndini hjá Fótbóltssambandi Føroya. Tað er fyrstu ferð í søguni hjá FSF, at tríggjar kvinnur eru í starvsnevndini. Hinar báðar eru Anja Rein og Maria Jóhannusardóttir Joensen.
Anja Rein úr Havn og Maria Jóhannusardóttir Joensen av Toftum vórðu valdar inn í 2023 og stóðu ikki fyri vali hesaferð.
41-ára gamla Sólrun Hendriksdóttir Sørensen er úr Skálavík. Hon hevur verið virkin sum spælari og á anan hátt í B71, og hevur sitið í kvinnunevndini hjá FSF tvey tey seinastu árini. Sólrun er systur landsliðsspælaran Brand Hendriksson Olsen.
Tær tríggjar kvinnurnar í starvsnevnd FSF's eru frá vinstru Maria J. Joensen, Anja Rein og Sólrun H. Sørensen (Mynd: FSF)
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 08. mars 2025
André Dalfoss hevur annars ikki nógvar almennar viðmerkingar til júst hetta. Karl Øster stendur á odda, til nýggjur venjari er funnin. Formaðurin er nøgdur við nýggju tilgongdina hjá TB
Í oktober flutti TB upp í Betrideildini við sigri í seinasta umfari í Hoyvík. Tað var stór frøi á tvøramonnum, sum nakrar vikur frammanundan stóðu til at vera nakað frá uppflyting. Eftir bert eitt ár í 1. deild er TB aftur. Men nøkur neilig ting hava sett sín dám á fyrireikingarnar.
Si eisini: - Tað snýr seg um at byggja felagið upp (samrøða við TB-formannin)
Venjarakabalin: Tríggir út og tríggir inn
TB setti tvørámannin Rasmus Nolsøe at hjálpa norðmanninum Markus Thorberg, sum var leikandi venjari í 2024. Landsmaður hansara Bjørnar Berge varð eisini settur sum hjálparvenjari. Rasmus býr og arbeiðir í Havn, men skuldi vera við Stóra nakrar ferðir um vikuna. Fyri einari tíð síðani frættist, at ósemja var millum tvøramannin og norðmenninir, og nú 1. umfar var í Betrideildini stóð eingin teirra á síðulinjuni.
André Dalfoss er formaður í TB. Hann váttar fyri Portalinum, at trupulleikar vóru í "gamla venjaratoyminum", men vil ikki siga so nógv meira enn tað:
- Hvussu eru tit farnir frá venjaratoymi við Rasmus Nolsøe, Markus Thorberg og Bjørn til at standa við fyribils venjara til fyrsta Betrideildardystin?
- Tað vóru samstarvstrupulleikar í toyminum. Og hetta havi eg ikki meira at siga um.
Tað hevur ljóðað, at lokali Karl Øster, sum hevur drúgvar royndir sum hjálparvernjari í felagnum stendur á odda fyri TB-liðnum fyribils.
- Tað stemmar, at Karl Øster stendur á odda, og við sær hevur hann Bárður Dimon og Tórður Hentze. Og tað eru vit eru sera takksom og glað fyri.
Støðan viðvíkjandi leitanini eftir nýggjum høvuðsvenjaran hevur André Dalfoss onga almenna viðmerking til.
Hópurin: Fýra eru kominir uppá pláss hesa vikuna
Upp til kappingarbyrjan hjá TB hava nakað av søgum gingið um støðuna hjá felagnum og liðnum. Nú kappingin er her, og flytingarvindeygað nærkast endanum, tykist tað tó sum aldrusforsetin hevur fóta sær onkursvegna.
TB hevur í hesari vikuni fingið fýra nýggjar spælarar í hópin. Í januar kom Páll Eirik Djurhuus úr Víkingi at venja við. 21-ára gamli miðvallarin hevur, sambært FaroeSoccer spælt 13 dystir í Betrideildini og 88 við næstbesta liðnum hjá Víkingi, ið vann 1. deild í fjør. Eftir bara eina venjing og eina samrøðu vóru báðir partar sannførdir, og hann er eitt perfekt match fyri TB, heldur André Dalfoss fyri, tá vit hitta hann á Hotel Hilton.
16-ára gamli Jónas Gaard er komin úr HB. Formaðurin greiðir frá, at tað var heldur tilvildarligt, at Jónas kom at venja við í februar, men at ungi havnardrongurin skjótt ynksti at koma til felagið, har verjuspælarin millum kennir nakrar frá U-landsliðshøpi.
TB hevur leigað tveir aðrar frá HB. Mohammed Samba og Marley Blair hava seinastu tíðina verið settir í samband við uppflytaran, og fríggjadagin varð tað váttað, at vongspælararnir skulu hava heimavøll við Stóra í 2025.
- Tá vit fingu møguleikan at leiga Samba og Marley Blair fyri góðum trimum vikum síðani var semja um, at hetta kundi bliva sera áhugavert. Samba kenna okur øll, sum fylgja við føroyskum fótbólti. Tá eg fekk møguleika at fáa eitt prát við hann, var ongin ivi um, at hann var perfektur fyri TB og Tvøroyri, í mun til stíl og persónligheit. Sum leikari er hann loyalur og hartarbeiðandi, og eisini hevur hann x-faktorin, TB ynskir og tørvar..
- Marley Blair kendu vit eitt sindur frá síðsta ári, tá ið hann spældi við AB. Vit vórðu øll samd um, at hetta kundi blíva áhugavert. Tað bleiv bara enn meira áhugavert, tá ið ta ðgjørdist greitt, at Albert Adu er hansara agentur. Adu er uttan iva tann besti útlendski leikarin, sum TB nakrantíð hevur havt, og uttanfyri vøllin var Adu ein fantastiskur personur, sum øll vóru góð við. Tá hann viðmælir ein spælara, so er eingin ivi. Øll rundanum her hava tikið væl ímóti Marley og eru spent uppá hann.
Steypavinnari við HB í fjør og í steypafinaluni við B68 árið fyri. Mohamed Samba hevur ymiskar dygdir, men hann var ikki heilt í ætlanunum hjá HB í ár. TB vildi tó ógvuliga gjarna hava fatur á vonginum og Marley Blair, sum HB fekk úr AB fyrr í vetur. Ein fyrrverandi TB'ari viðmældi bretska Blair (Mynd: Sverri Egholm)
Amidou Diop er seinasti kunngjørdi spælarin hjá TB. Hann er ikki komin til landið
enn men verður helst tøkur eftir landsliðssteðgin. 33-ára gamli sengalesiski miðvallarin, sum eisini kann spæla í verjuni, hevur drúgvar royndir úr Eliteseriuni, sum er besta norska deildin. Har hevur Diop seinast spælt við Sarpsborg og eisini verið liðfelagi við Meinhard Egilsson Olsen í Kristiansund. Talan er um umráðandi sáttmála fyri TB.
- Diop hevur verið uppi á tal í einar góðar 2-3 vikur. Ynski at fáa ein leikara inn, sum hevði spælt á høgum stigi, og ein sum kann spæla 8’ari og 6´ari á miðvøllinum. Eftir eitt stórt kanningararbeiði um leikaran, fingu vit bara jaligar afturmeldingar. Øll søgdu tað sama: Hann er ein góður leikari og ein framúr góður liðfelagi. Eftir samrøðu við spælaran tók tað ikki langa tíð, áðrenn avtala varð gjørd við ‘Mido,’ sum hann verður kallaður, greiðir André Dalfoss Portalinum fra.
Formaðurin staðfestir eisini, at tað koma ikki fleiri spælarar til TB, áðrenn flytingarvindeygað letur aftur í næstu viku. Í hesum samanhangi vísir hann á, at man í hópinum hevur nógvar lokalar spælarar, harav fleiri heilt ungar, sum felagið trýr nógv uppá og sum vilja TB.
Sambært honum hava tað als kki verið nakar trupulleiki hjá TB at fáa tilgongdirnar at hanga saman í vetur, men heldur hevur tað verið nakað sum fólk í miðlunum og onnur hava tosa um. Síðani november hava teir í TB-hópinum vita, at tilgongd kemur, men tað hevur verið avgerðandi, at tað skuldi vera á rætta tíðspunktinum og við teimum røttu leikaratypunum, sigur André Dalfoss.
- Merkja tit, at tað er meira stabilitetur á nú, og at TB hevur ein reelan møguleika fyri einum góðum 2025?
- Vit hava altíð trúð uppá, at okur hava ein reelan møguleika! Tað mest umráðandi er, at okur trúgva upp á tað og arbeiða knallhart til hvørja venjing. Tá ið okur spæla dyst, skal TB-DNA’ið koma fram í øllum: Tað merkir, at man skal berjast og stríðast frá fyrsta bríksli til tað síðsta.
TB setur gongd á kappingarárið við at taka móti meistarunum úr Víkingi í dag klokkan 14.45. Til endans í viðtaluni eftir aðalfundin hjá FSF í gjár, segði André Dalfoss, at hann vónar at fylla økið við Stóra og síggja sterka stuðulin kring liðið.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 09. mars 2025
Hetta eftir steðg í fimm ár. Geza David Turi er nú landsliðsspælari, meðan pláss ikki var fyri Klæmint Andrasson Olsen, Jóan Símun Edmundsson og Sølva Vatnhamar
Til tíðindafundin á Tórsvølli mánadagin var Árni Frederiksberg. Tað var ikki í ørindum fyri Kjølbro Heilsølu, men tí at Eyðun Klakstein og Atli Gregersen hava fingið Evropa-metmálskjúttan á landsliðið aftur.
Árni hevur sjálvur staðfest síðani 2020, at hann ikki hevur verið tøkur til hetta. Men nú er hann til reiðar aftur eftir nakað av umhugsunartíð.
Sí eisini: Árni: - Tað brennir í mær at spæla fyri landsliðið
Geza David Turi er eisini tøkur fyri landsliðið, eftir at passið er komið uppá pláss. Hann hevur nakað serstakt, staðfesti Eyðun Klakstein, ið er ógvuliga fegin at hava miðvallaran við.
Jóannes Bjartalíð er skaddur, Jákup Biskopstø Andreasen er júst komin aftur frá skaða, og so eru tað nakrir royndir spælarar, ið eru frávaldir.
Talan er um áleypararnar Klæmint Andrasson Olsen og Jóan Símun Edmundsson, sum heldur ikki vóru við í november, og nú er Sølvi Vatnhamar eisini á hesum "listanum".
Tað er eisini áhugavert, at bert ein nátúrligur vinstri bakkur er við, og hann spælir í miðverjuni hjá HB. Menn sum Daniel Johansen og Ári Mohr Jónsson kundu væl hugsast til plássið sum vinstri vongbakkur, men teir eru so ikki við.
Hópurin til fyrstu uppgávurnar í undankappingini til HM 2026:
Málverjar:
Bárður á Reynatrøð, Víkingur
Mattias Heðinsson Lamhauge, FC Fredericia
Ari í Haraldsstovu Petersen, 07 Vestur
Verjuspælarar:
Jóannes Kalsø Danielsen, KÍ
Jann Julin Benjaminsen, NSÍ
Viljormur Davidsen, HB
Samuel Johansen Chukwudi, SJK Seinajoki (Finnland)
Andrias Edmundsson, Wisla Plock (Poland)
Odmar Færø, KÍ
Gunnar Vatnhamar, Víkingur Reykjavík (Ísland)
Arnbjørn Svensson, Víkingur
Miðvallarar:
Hallur Hansson, KÍ
René Shaki Joensen, KÍ
Noah Mneney, HB (leigaður úr FK Bryne)
Hanus Sørensen, NK Celje (Slovenia)
Adrian Justinussen, Hillerød Fodbold (Danmark)
Geza David Turi, Grimsby Town, Ongland
Brandur Hendriksson Olsen, NSÍ
Poul Kallsberg, Víkingur
Árni Frederiksberg, KÍ
Framherjar:
Meinhard Egilsson Olsen, Kolding IF (Danmark)
Petur Knudsen, NSÍ
Páll Andrasson Klettskarð, KÍ
1. umfar, leygardagin 22. mars
Kekkia - Føroyar
2. umfar, týsdagin 25. mars
Montenegro - Føroyar
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 10. mars 2025
Eyðun Klakstein váttar, at royndi vágbingurin, eins og í seinasta toyminum, skal taka sær av kropsliga partinum hjá manslandsliðnum. Ungi Jákup Reinert Højgaard stendur sum greinari
Í mun til í november, tá Eyðun Klakstein var fyribils høvuðsvenjari hjá A-landsliðnum í fótbólti, verður Magni Mohr kropsligur venjari. Tað var ítróttarfrøðingurin og professarin úr Vági eisini undir Håkani Ericson frá 2020 til og við oktober 2024.
Royndi venjarin hevur verið við at vinna FM við B36 og EB/Streymi. Hann hevur arbeitt fyri stór feløg í Onglandi, Italia og Spania, umframt millum annað danska manslandsliðið og granskað nógv í evninum kropslig venjing.
Kropsligi tølini hjá føroyska liðnum hava verið heilt góð nógvar dystir seinastu árini, og hevur tað verið menning á hesum økinum. Mánadagin váttaði Eyðun Klakstein fyri Portalinum, at Magni Mohr verður kropsligur venjari hjá landsliðnum.
Magni Mohr var til staðar til úttøkuna og verður við á ferðini til Kekkia og Montenegro seinni í mánaðinum (Savnsmynd: Sverri Egholm)
Eli Nolsøe Leifsson hevði leiklutin í Armenia og Norðurmakedonia í november, Hann heldur fram hjá kvinnulandsliðnum og millum annað hjá U17-gentum.
Geza Turi er til dagliga málmansvenjari hjá KÍ, og hevði leiklutin seinastu tíðina hjá Håkani Ericson. Hann var tann einasti eftir av gamla toyminum, ið var við í november eisini, og heldur Geza fram. Nú verður tað saman við soninum.
Jákup Reinert Højgaard greinaði millum annað dystir í sambandi við uppgávurnar í mars. Ungi Saltnesmaðurin hevur millum annað verið hjálparvenjari hjá B68 og venjari hjá næstbesta liðnum hjá barndómsfelagnum og er nú "landsliðsanalytikari".
Venjaratoymi hjá føroyska manslandsliðnum hetta næstu tíðina:
Høvuðsvenjari: Eyðun Klakstein
Hjálparvenjari: Atli Gregersen
Kropsligur venjari: Magni Mohr
Greinari: Jákup Reinert Højgaard
Málmansvernjari: Geza Turi
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 10. mars 2025
33-ára gamli strandingurin hevur seinastu árini verið hjálparvenjari hjá Víkingi - nú skal hann ístaðin standa á odda fyri elsta ungdómslandsliðnum
Eyðun Klakstein og Atli Gregersen eru ávikavist høvuðsvenjari og hjálparvenjari á A-landsliðnum. Harvið hava hesir sessirnir á U21-landsliðnum staðið tómir í næstan ein mánaða, men nú er greitt hvør tekur yvir.
Talan er um um ein ungan venjara, sum hevur spælt undir Eyðuni á Skála og verið hjálapvenjari hjá liðnum við Atla sum liðskipara seinastu árini.
Ólavur Mikkelsen fór fyri nøkrum árum síðani at taka sær av næstbesta liðnum hjá Skála. Har hevur fyrrverandi miðvallarin millum annað vunnið 2. deild. Í 2021 og 2022 var hann 1.deildarvenjari hjá Víkingi við góðum úrslitum - tveimum 2. plássum - og seinastu tvey árini hevur hann verið hjáparvenjari hjá Jóan Peturi Poulsen.
Hann fekk A-prógv í 2022 og gjørdist føroyameistari í fjør. Nú er greitt, at Ólavur fer úr Víkingi.
Ístaðin skal hann stjórna U21-landsliðnum hjá Føroyum. Hetta hevur Portalurin fingið váttað frá fleiri góðum keldum. Sáttmálin er sum skilst endaliga komin uppá pláss í dag.
U21-landsliðið savnast í næstu viku - eftir seinasta dystin hjá Ólavi í Sarpugerði á hesum sinni.
Nú 33 ára gamli Ólavur Mikkelsen skal stjórna U21-landsliðnum í næstu EM-undankappingini, sum er í ár og í 2026. Hon byrjar í juni, tá Føroyar taka móti Estlandi.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 12. mars 2025
Ólavur Mikkelsen hevur venjingar við stórum bruttohópi hósdagin, fríggjadagin og leygardagin. Fyrsta uppgávan í EM-undankappingini er í juni
Mikudagin kom tað uppá pláss, at 33-ára gamli strandingurin Ólavur Mikkelsen skal standa á odda fyri U21-landsliðnum í 2025 og 2026. Hann avloysir nýggja A-landsliðsvenjaran Eyðun Klakstein.
Ólavur Mikkelsen hevur longu úttikið sín fyrsta bruttohóp. Eftir hesa vikuna takkar hann fyri seg í Sarpugerði, og stutt aftaná vera fyrstu venjingarnar við nýggja U21-landsliðsvenjaranum á skránni.
FSF skrivar, at hósdagin 20. og fríggjadagin 21. mars verður vant á Svangaskarði á Toftum, og leygardagin 22. mars venur hópurin á Tórsvølli.
Talan er um ein breiðan hóp: 31 spælarar - úr allarflestu feløgum úr Føroyum - eru boðsendir til tær tríggjar venjingarnar, sum eru á skránni í næstu viku:
Málverjar:
Jón Petur Thomsen, NSÍ
Hans Jákup Arngrímsson, Víkingur
Rasmus Olsen, FC Suðuroy
Sámal á Steig, 07 Vestur
Útispælarar
Jákup Vilhelmsen, B68
Aron Reinert Hansen, B68
Ingi Arngrímsson, Víkingur
Jónas Prior, 07 Vestur
Bjarti Thorleifsson, Skála
Torkil Úlvur Holm, TB
Hanus Højgaard, B68
Virgar Jónsson, EB/Streymur
Mattias Hellisdal, B36
Olivur Thomsen, FC Suðuroy
Eivind Restorff Mouritsen, HB
Dávid Biskopstø Andreasen, KÍ
Julian Mouritsen, 07 Vestur
Jón í Horni Nielsen, 07 Vestur
Tóki á Lógv, B68
Árni Nóa Atlason, Víkingur
Heini Sørensen, HB
Jógvan Gullfoss, B36
Jóhan Josephsen, B68
Bartal Páll Klein, HB
Áki Samuelsen, Ranheim Fotball IL (Noreg)
Silas Gaard, 07 Vestur
Marjus Nón, B68
Djóni Samuelsen, B68
Suni Hermann Petersen, B71
Tobias Hansen, B36
Jógvan Ósá, HB
Talan er um spælarar í árgangunum 2004, 2005 og 2006.
Í EM undankapping eru Føroyar í bólki C, saman við Estlandi, Íslandi, Luksemborg, Sveis og Fraklandi. Fyrsti dysturin verður leygardagin 7. juni, tá Føroyar og Estland hittast á Djúpumýru í Klaksvík.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 14. mars 2025
FSF-sessurin hjá formanninum seinastu tvey árini ger, at hann má fara úr nevndini hjá barndómsfelagnum. Danin Jakob Lind Jakobsen hevur verið í nevndini seinastu mánaðirnar
Leygardagin var aðalfundur hjá Fótbóltssambandi Føroya, har tað gjørdist greitt, at Skála Ítróttarfelag skuldi hava eitt nýtt forfólk.
Hetta hongur saman við, at Jóannes Arnsteinsson Prestá í sambandi við aðalfundin varð valdur inn í starvsnevndina hjá FSF.
Jóannes hevur verið formaður tvey tey seinastu árini. Tað er púra vanligt at ikki vera í bæði nevnd hjá einum felagi og í starvsnevnd hjá FSF, so harvið takkaði hann fyri seg á nevndarfundi í gjár.
Har tók ein samd nevnd undir við, at Jakob Lind Jakobsen tekur við sum nýggur formaður í felagnum. Jakob hevur sitið í nevndini hjá Skála Ítróttarfelag síðani oktober mánaða í fjør.
- Jakob er uppvaksin í Kliplev í Suðurjútlandi. Ein lítil býur, sum liggur nærhendis Aabrenaa. Seinastu árini hevur Jakob starvast sum handilsleiðari í Skálanum á Skála. Hann hevur stóran áhuga fyri nærsamfelagnum, og sær fram til at arbeiða fyri menningini av Skála Ítróttarfelag, skrivar felagið um nýggja formann sín, sum tekur við beinanvegin.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 11. mars 2025
Føroyameistararnir styrkja um hópin við 24-ára gamla miðvallaranum
Føroyameistararnir úr Víkingi hava nú tryggjað sær nýggjan spælara, Stefan Radosavljevic.
Tekniskt dugnaligi 24 ára gamli miðvallarin var sáttmálaleysur eftir tvey ár í írska Sligo Rovers. Frammanundan hevur 24-ára gamli tvøramaðurin spælt við TB, B36 og HB og hevur nógvar royndir úr Betrideildini.
Hann hevur 10 A-landsdystir og eitt mál har. Stefan er tann føroyski spælarin, sum, saman við trimum øðrum, hevur flest U21-landsdystir (18) og skorað flest mál (5) saman við Jørgeni Nielsen.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 10. mars 2025
Lassana Faye hevur eisini spælt 55 dystir í bestu deildini í heimlandinum. 26-ára gamli niðurlendski verjuspælarin hevur gjørt eitt ára sáttmála við HB
HB vísti ótryggleika í verjupartinum í byrjanardystinum í Betrideildini fríggjakvøldið, har tað annars eydnaðist at vinna 3-2 á B68.
Nú stendur ein nýggjur verjuspælari í Gundadai. Talan er um 26-ára gamla niðurlendingin, Lassana Faye, sum HB kunngjørdi mikudagin.
Hann hevur spælt í næstbestu deildini í heimlandinum, og rímiliga fitt í fremstu deildini í Niðurlondum, Eredivisie. Samanlagt er talan um 55 dystir - hetta fyri Vitesse Arnhem, Sparta Rotterdam og seinast ADO Den Hag í 2020/2021.
Síðani rakti hann skaðar, og Faye hevur seinastu tvey árini spæt í lægri deild í Niðurlondum, síðani eitt sindur í bestu deildini í Lettlandi og í fjør í fremstu røð í Irak.
(Mynd: HB/RS Media)
Nú skal vinstrabeinti spælarin royna seg í Betrideildini. Hann kann sum skilst røkja plássið sum vinstri vongverji og vinstri miðverji.
Faye er 26-ára gamal og hevur gjørt eitt árs sáttmála við HB.
Flytingarvindeygað í Føroyum lat aftur fríggjadagin.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 12. mars 2025
Fyrrverandi ungdómsspælarin hjá FCK hevur gjørt tvey-ára sáttmála við EB/Streym, sum væntar sær nógv av 19-ára gamla havnarmanninum - millum annað mál
- Tað er við stórari gleði, at EB/Streymur ... kann kunngera, at sáttmáli er gjørdur við unga og evnaríka Thomas Bjørn Miezan.
Soleiðis skrivar EB/Streymur á heimasíðu sínari í vikuni. 19-ára gamli havnarmaðurin hevur vant við á Eiði seinastu vikurnar og spælt í venjingardystum. Hann vísti seg eisini væl fram í sínum fyrsta almenna dysti fyri EB/Streym, tá hann leygardagin skoraði sigursdeild fyri 1. deildarliði móti NSÍ.
- Thomas Bjørn eitt av teimum stóru álops-talentunum í føroyskum fótbólti. Hann er ein ferð- og kraftmikil leikari við einari málnøs, sum vit vænta okkum nógv av.
Hetta sigur Sigfríður Clementsen, høvuðsvenjari, sum er spentur uppá hesu nýggju tilgongdina.
Í 2022, longu sum 16-ára gamal. fekk Thomas Bjørn debut í Betrideildini. Hetta var fyri barndómsfelagið HB í dysti í Klaksvík . Tveir mánaðir seinni skifti hann til akademiið hjá FCK, har hann var við til at vinna eina stóra altjóða kapping fyri U-17 aldursbólkin.
Thomas Bjørn vendi heimaftur til føroyskan fótbólt. Hann umboðaði B68 í fyrru hálvu av 2024. Í seinnu hálvu av 2024 spældi álopskendi spælarin við næstbesta liðnum hjá B36.
Thomas Bjørn Miezan í Betrideildardysti fyri B68
19-ára gamli Thomas Bjørn Miezan hevur, sambært FaroeSoccer, spælt 6 dystir í Betri-Deildini og 15 dystir í 1.deild, har hann eisini hevur skotið tvey mál. Thomas Bjørn hevur eisini umboðað U-15, U-17 og U-19 landsliðini hjá Føroyum, hann hevur tilsamans leikt 18 dystir og skorað tvey mál.
- Eg vóni, at vit í EB/Streymi koma at fáa fleiri minnisríkar løtur, og at eg kann hjálpa felagnum við at skjóta nøkur mál, sigur spælarin sjálvur.
Partarnir hava gjørt sáttmála fyri 2025 og 2026.
Ætlaði dysturin hjá EB/Streymi móit FC Suðuroy í 1. umfari varð útsettur vegna veður. Harvið byrjar kappingarárið við heimadysti móti TB sunnudagin.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 13. mars 2025
15-ára gamla klaksvíksgentan, sum hevur verið í felagnum síðani á sumri í fjør, kom inn í steypadysti hjá besta liðnum. Harvið hevur U17-landsliðsspælarin longu roynt seg á høgum stigi í Danmark
Ein av ungu føroysku fótbóltsspælarunum, sum roynir seg uttan fyri landoddarnar, er Kára Sigurðsson. 15-ára gamla klaksvíksgentan skifti úr KÍ síðsta summar.
Evnini eru eyðsæð, og boð vóru eftir Káru í FC Norðsjælland, sum hevur lið í bestu kvinnudeildini og eitt sterkt akademi. Talan er um góðan klekingardepil. Landsliðsliðskiparin Ásla Johannesen hevur millum annað verið framvið í Farum.
Kára Sigurðsson hevur higartil spælt ungdómsfótbólt í danmark, men leygardagin varð talan um minuttir hjá teimum vaksnu.
FC Nordsjælland var á vitjan hjá Varde IF í fjórðingsfinaluni í steypakappingini. Tá eitt korter var eftir varð unga føroyska kvinnan skift inn.
Favorittarnir vunnu 3-1, og talan var um stóra løtu fyri blaðungu klaksvíkskvinnuna.
Kára er í løtuni til undankappingingardystir í Litava við U17-landsliðnum, sum í mai skal spæla EM-endaspæl á heimavølli.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 13. mars 2025
Tølini hjá FSF vísa, at 421 børn og ung millum 5 og 17 ár spældu við felagnum í 2024. Samanlagt vóru beint undir 4.000 fótbóltsspælarar undir 18 ár skrásettir í Føroyum í fjør
Í ársfrágreiðingini hjá forsetanum í Fótbóltssambandi Føroya leygardagin legði Christian Andreasen millum annað nøkur tøl fram um, hvussu nógvir skrásettir fótbóltsspælarar vóru í Føroyum í 2024.
Har var at fegnast um, at talið er vaksandi: Heili 3.930 børn og ung í aldrinum 5 til 17 ár spældu í fjør, sambært FSF.
421 teirra vóru skrásett hjá FC Hoyvík. Harafturat vóru vaksnir spælarar, so hoyvíkingar kundu fegnast um, at hava so stóra umboðan í Fótbóltsføroyum. Einki felag hevði fleiri skrásettar ungdómsspælarar í 2024.
Hetta vísir aftur, at stórir menningarmøguleikar eru í Hoyvík, har fólkargundarlagið hevur verið vaksandi seinastu árini.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 11. mars 2025
Hotel Djurhuus-deildin: KÍF – SÍ 0-3 (23-25, 24-26, 23-25)
KÍF hevði møguleikan at klintra upp á triðjaplássið mánakvøldið í sínum síðsta landskappingardysti í ár, men til tess kravdist ein sigur á oddaliðnum SÍ. Hóast KÍF tapti 3-0, restaði kortini lítið í, at KÍF vann, tí KÍF var á odda seint í øllum trimum settunum, men tá settini skuldu avgerast, var SÍ tað hvassari.
Eftir at hava elt SÍ fyrra partin av fyrsta setti, javnaði KÍF til 16-16 og fór framum 23-20, men so kom stígur í, og SÍ vann tey stigini sum vóru eftir, og settið 25-23. Serliga Henrikka Wang Jacobsen hjá SÍ var óstýrilig á vinstra kanti hesa løtuna og vann tey síðstu fýra stigini við trimum smassjum og einum blokki.
KÍF spældi seg aftur í góða støðu í øðrum setti, tá tað fór frá 13-13 upp á 18-14 og síðan 20-16. Men aftur kom stígur í, og SÍ javnaði til 20-20 og fekk tveir settbóltar við støðuna 24-22. KÍF-venjarin Arthur Djurhuus Poulsen tók leikbrá og fýltist á, at leikararnir vóru farnir í panikk og bað teir heldur geva alt teir áttu.
Tað gjørdi Elsa Samuelsen við smassji og síðan javnaði Milja Silvansdóttir til 24-24 við serviessi. Tað rakk kortini ikki hjá KÍF, tí Sissal Ellefsdóttir hjá SÍ sló í blokkin og út, og síðani var Henrikka aftur upp á spæl á vinstra kanti og sló settbóltin niður ímillum millum blokkin og netið til 26-24.
Enn bar til hjá KÍF at fáa fatur í bronsuni, sum nú “bara” kravdi ein 3-2 sigur, og eftir eina trilvandi byrjan upp á triðja sett fótaði KÍF sær og legði seg á odda 17-13 og 20-16. KÍF var eisini á odda 23-20, men so var tað sum at uppliva eina endursending frá fyrsta og øðrum setti, har alt stríðið hevði verið til fánýtis, tí KÍF vann einki stig aftrat, og við einum serviessi gjørdi Janna Falkvard tað til 25-23 til SÍ.
Harvið eigur Mjølnir framvegis bronsumerkini, men TB hevur enn møguleikan at taka tey til Suðuroyar, men tað krevur, at TB fær tvey stig í síðsta dystinum ímóti Fleyr leygardagin.
Sigurin hjá SÍ merkti eisini, at sørvingar enda ovast í landskappingini, og fáa heimavøll í fyrsta finaludystinum ímóti Fleyr og aftur í einum møguligum triðja finaludysti. Spælt verður best av trimum dystum.
Tó verður heimavøllurin hjá SÍ ikki í lítlu høllini í Sørvági. Ikki er greitt enn, hvar SÍ ístaðin fer at hava heimavøll.
Støðan í Hotel Djurhuus-deildini:
SÍ 36 stig
Fleyr 32 stig
Mjølnir 21 stig
TB 20 stig
KÍF 20 stig
Dráttur 0 stig
Seinastu dystirnir í grundspælinum verða spældir hetta í dag.
Leygardagin 13. mars kl. 13: SÍ - Dráttur í Sørvági
Leygardagin 13. mars kl. 14.30: TB - Fleyr í Trongisvági
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 11. mars 2025
Í januar luttók Oddvá Sedea Nattestad í svimjikapping í Íslandi, har hon svam seg til eitt heimsmet, og metið er nú viðirkent
Tá Oddvá Sedea Nattestad í januar luttók í svimjikapping í Íslandi, RIG, var ein av tíðum hennara somikið góð, at talan var um heimsmet. Tað er ein tilgongd at fáa heimsmet viðurkend, men nú er hetta komið uppá pláss, og metið stendur í metlistanum hjá Virtus Sport, boðar Parasport Føroyar frá.
Metið sum Oddvá tók var í 100 metra bringusvimjing á langgeil, har hon svam tíðina 1.28:47.
Oddvá varð kosin besti kvinnuligi parasvimjari í kappingini.
Oddvá er 18 ár, og hevur svomið síðani hon var fimm ára gomul. Hon venur á 1. liði hjá Havnar Svimjifelag, og gongur á Skapandi fyrireikingarbreyt á Glasi. Oddvá venur níggju ferðir um vikuna, so svimjingin er ein stórur og týdningarmikil partur av lívi hennara. Hon er í bólkinum II3, sum er fyri vælfungerandi fólk í autismuspektrinum.
Í august í ár skal Oddvá luttaka í Virtus World Swimming Championships 2025, sum verður í Bangkok, Teilandi.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 14. mars 2025
Á fyrsta sinni varð kappast í 500 metra sprint, har 34 rógvarar høvdu meldað til - samanlagt var metluttøka til eina FM-kapping í inniróðri
Tað var við stórum spenningi at Róðrarsamband Føroya bjóðaði øllum vælkomin til størsta inniróðrartiltakið, sum hevur verið í Føroyum.
Fyrireikingarnar gingu væl, har fleiri kappróðrarfeløg vístu stóra vælvild at lána rógvimaskinur og aðra útgerð til tiltakið. Aftur í ár stuðlaði Sunda kommuna, við starvsfólki, okkum við at lata okkum hava tiltakið í ítróttahøllini við Streym, sum er eitt tað besta hølið í landinum til eina tílíka kapping.
Rógvararnir vístu seg at verða sera væl fyri í ár, og vóru tað nógvar sera spennandi kappingar í gjøgnum dagin. Á fyrsta sinni varð kappast í 500 metra sprint, har 34 rógvarar høvdu meldað til. Føroyskir rógvarar hava í nógv ár klára seg væl á sprintteinunum í altjóða kappingum, og verður hetta ein partur av inniróðrarkappingunum í heyst.
Vit endaðu dagin við liðkappingunum hjá børnum og vaksnum. Hesar kappingarnar fáa áskoðararnar at kóka, sum dríva á síni lið. Tað er ein sera stuttligur at enda dagin uppá, har áleið 400 íðkandi og áskoðarar høvdu vitja í gøgnum dagin.
Øll úrslitini síggjast HER
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 12. mars 2025
Havnarmenn vunnu sunnudagin 3-1 á klaksvíkingum, og eru tí í roynd veru bara eitt stig frá at endurvinna FM-heitið
Havnar Telvingarfelag hevur nú góðar møguleikar at endurvinna FM-heitið í talvi.
Havnarmenn vunnu sunnudagin 3-1 á klaksvíkingum, og eru tí í roynd veru bara eitt stig frá at endurvinna FM-heitið. Avgerðin fellur, tá oddaliðini møtast í síðsta umfari um tvær vikur.
Avgerðin um niðurflyting verður eisini at bíða til seinasta umfar. Botnliðini Kollafjørður og Havnin B telvaðu javnt sínamillum, og í stigum stendur eisini á jøvnum teirra millum.
Sandavágsmenn høvdu fingið sín dyst framskundaðan, tí tveir av telvarunum spældu dystir í Betri-deildini í fótbólti sunnudagin. Vágamenn vunnu 3-1 á Klaksvík B. Veteranarnir hjá klaksvíkingum hildu tørn. Haldur fekk herfyri remis móti Helga Dam Ziska, og farna vikuskiftið endurtók hann kynstrið móti Høgna Egilstoft Nielsen. Wille Olsen, sum er ósigraður í vetur, fekk eisini remis.
Stórmeistarin Helgi Dam Ziska var burturstaddur, men siglingarmaðurin Martin Poulsen var afturfyri tøkur, og kærkomin styrkur hjá havnarmonnum. Føroyameistarin vann dystin á 1. borði, og 3-1 sigurin má sigast at vera nøktandi úrslit hjá oddaliðnum.
Javnleikurin millum botnliðini ber í sær, at stórur spenningur valdar fyri seinasta umfar.
1. deild (9. umfar)
Havnin - Klaksvík 3-1
Luitjen A. Apol - Ólavur Simonsen 1-0
Martin Poulsen - Rani Baldursson 1-0
Carl Eli Samuelsen - Heðin Gregersen 0-1
Sjúrður Thorsteinsson - Terji Petersen 1-0
Klaksvík B. - Sandavágur 1-3
Haldur S. Johansen - Høgni Egilstoft Nielsen ½-½
Finnbjørn Vang - Silas Eyðsteinsson 0-1
Wille Olsen - Jón í Horni Nielsen ½-½
Tummas M. Sólsker - Torkil Nielsen 0-1
Havnin B. - Kollafjørður 2-2
Herluf Hansen - Árant Djurhuus 0-1
Margar Berg - Rógvi Mørkøre 0-1
Elias Petersen - Karl M. Dahl 1-0
Heiðrikur Jacobsen - Markus Jacobsen 1-0
Støðan
Havnin 29 stig
Sandavágur 26½
Klaksvík 20½
Klaksvík B. 12
Havnin B. 10
Kollafjørður 10
Vágamenn flyta upp
Nú er greitt, at Sandavágs Talvfelag flytur upp úr 2. deild og fer at hava tvey lið í fremstu deildini komandi kappingarár.
Sandavágs Talvfelag er fýra stig framman fyri liðið á øðrum plássi fyri seinasta umfar. Klaksvíksliðið er hitt einasta, sum hevur ein teoretiskan møguleika at fáa Sandavág aftur sum oddalið, men klaksvíkingar hava, sum er, tvey lið í fremstu deildini.
Afturfyri er nakað av spenningi um hvør loftar sær undan niðurflyting í botnstríðnum.
Støðan í 2. deild
Sandavágur 23½ stig
Klaksvík 19½
Toftir 19
Havnin B. 19
Havnin A. 14
Kongshavn 13½
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 10. mars 2025
Føðingardagsheilsan
Í dag, tórsdagin 13/3 - fyllir Annika Olsen 50 ár. Góða Annika, mamma og pabba fara hervið at ynskja tær hjartaliga til lukku við degnum.
Takk fyri, at tú vilt halda dagin saman við tínum nærmastu, familju, kenningum, vinum og fólki, tú hevur arbeitt og arbeiðir saman við.
Annika er gift við Jacob Horn Nielsen og eiga tey tveir sera fittar synir, Markus og Bjarna. Annika er yngst av 3 systkjum: Elsa Maria, Martin Karl og tú, og øll hava tit nátt stór størv í samfelagnum og tænt samfelagnum á ríkiligan hátt. Tú ert yngst av børnum okkara, og bleiv tann av børnunum, sum kom at bera tann “arvin” víðari, (eftir pápa og abba), sum vit nevna “politikkin”. Tað er ein tungur arvur, og tað má eg siga, at har hevur tú borið prísin. Skulu vit liva í vónini og hopa, at ein glotti er fyri stavn, so vónandi loysa okur stavnsbandið í hesari samgonguni.
Annika, tú fórst sum ung úr Vági. Tú fór úr 9.flokki í Vágs skúla og niður til Danmarkar at íðka svimjing, ikki tí, tú hevði í fleiri ár spælt violin í musikkskúlanum í Vági og dugdi framúr væl at spæla violin og var boðin at koma við í unglingaorkestrið hjá symfoniorkestrinum. Eftir somu summarferiu valdi tú heldur at fara til Odense at svimja við Oslf og byrjaði samstundis at ganga á Sct Knuds Gymnasium í Odense, har tú tók studentsprógv. Svimjingin hevur verið ein stórur partur av tínum lívi, tú dugdi næstan av svimja, áðrenn tí dugdi at ganga. Tá ið svimjihylurin lat upp í Vági í 1979, gjørdi tú ikki mætari enn at leypa beint í hylin, bara 4 ára gomul. Eftir hetta var svimjihylurin títt næsta heim, og tú gjørdist føroyameistari yvir 100 ferðir og slóð eina røð av føroyskum metum. Eisini á oyggjaleikum vanst tú fleiri medaljur fyri Føroyar. í 2021 svamst tú um Nólsoyarfjørð, 46 ára gomul og uttan serligar fyrireikingar, og er hetta besta prógvið um, at tað tú setur tær fyri, tað gjøgnumførir tú.
Eftir studentsprógviði 1994 fórst tú uttan steðg at lesa á Universitetinum í Odense. Eftir at tú vart liðug sum cand. mag. og hevði virkað nakað í Odense, søkti tú starv á Kambsdali, og harfrá fórst tú til Havnar, har tú bæði undirvísti á Handilsskúlanum, í Hoydølum og á Fróðskaparsetrinum.
Ì Havn fingu mætir menn fatur á tær, og tú lat teg stilla upp á listan til eitt býráðsval í Havn. Tú bleiv vald, og so gekk tað politiska lívið bara víðari.
Títt politiska lív hevur nógvar positivar og góðar søgur at fortelja. Tú sat í nógvum býráðs - og løgtingsnevndum eisini sum formaður. Tú bleiv vald sum borgarstjóri í 4 ár í Tórshavn, sum tú kláraði sera væl.Sjálvandi megnar man onki sjálvur, men eitt tað fremsta málið, tú setti tær fyri at røkka, var at byggja ein 50 m svimjihyl í Havn, ein høll, sum í dag má teljast í millum heimsins flottastu svimjihøllum. Nógvir eru varðarnir, sum ikki skulu nevnast her, men at tú ynskir úrslit, ivast ongin í.
2 ferðir hevur tú sitið, 8 ár tilsaman, sum landsstýriskvinna, fyrst sum landsstýriskvinna í innlendismálum frá 2008-2011 og síðani sum landsstýriskvinna í almannamálum frá 2011-2015. Tíðarskeiðið frá 2011-2015 vart tú eisini norðurlendskur samstarvsráðharri og varaløgmaður, og var tí fyrsti kvinnuligu varaløgmaður í Føroyum. Í 2022 vart tú valt á løgting fyri Tjóðveldi og situr nú í uttanlands- og vinnunevndini, sum tær dámar ser væl, tí netupp hesi øki, hava altíð havt tín størsta áhuga.
Skal tað henda, sum bløð og ikki minst Dagur og Vika spáða um, at Føroyar verða eitt sjálvstøðugt land, ein inniligt mál, so hevði tað verið eitt mál, sum Annika alt sítt politiska lív hevur droymt um. Stuttligt hevði verið, um hetta hevði kunnað verið veruleiki, meðan tú enn ert virkin í politikki.
Mamma og pabba fara hervið at ynskja tær alt tað besta og ynskja, at tú fært eina hugnaliga og væleydnaða veitslu, og at Jesuspápin verður við tær og øllum tí, sum tú kemur at takast við frammyvir.
Hjartaliga til lukku við teimum 50 árunum
Mamma og pabba
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 13. mars 2025
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald