

Leygardagur 22. mars 2025 | Nr. 12 | Árgangur 6 | Kr. 0,00
SíÐa 3
SíÐa 9
SíÐa 4
SíÐa 33
SíÐa 2
SíÐa 50
Nýggj útgáva hvønn leygarmorgun kl. 7
Í hesum døgum eru gott tveir mánaðir gingnir við Donald Trump sum forseta í USA. Og sigast má, at nógv er broytt hesa stuttu tíðina.
Heimurin er vorðin eitt ótryggari stað, tí vit hava fingið ein leiðara í mætasta vesturlendska stórveldinum, sum hevur ein heilt øðrvísi máta at stýra landinum, enn vit eru von við.
Vanligar demokratiskar mannagongdir eru ikki galdandi longur á sama hátt, sum tær hava verið. Tað er eydnast forsetanum at umgirða seg við klappandi ja-sigarum, sum bakka honum fult upp, væl vitandi, at førdi politikkurin er óreiðiligur, ódemokratiskur og helst eisini ólógligur.
Nýggjasta dømi frá hesi vikuni er, at forsetin als ikki rættar seg eftir dómsvaldinum í egnum landi, men ger júst sum honum lystir.
Forsetin setir seg sjálvan og stjórn sína oman fyri lógina og tær fyriskipanir, sum skulu tryggja, at landið verður stjórnað á demokratiskan hátt.
Og hann hevur sagt tað sjálvur, og nú eru tað eisini alt fleiri, sum eru farin at trúgva tí, nevniliga, at hann ikki ætlar at leggja frá sær, tá forsetaskeið hansara rennur út eftir at fýra ár eru liðin.
Upp á hesa stuttu tíð hann hevur sitið við ræðið í hesum næsta forsetaskeið sínum, hevur Trump fleiri ferðir prógvað, at hann er førur fyri at gjøgnumføra sínar ætlanir, eisini tær, sum neyvan nakar hevði hildið vera møguliga.
Og republikanski høgri salurin í kongressini situr bara og klappar og nikkar, tí ongin torir at siga forsetanum ímóti. Og andstøðan rópar fyri deyvum oyrum. Forsetin og hansara ministarar hava eftir øllum at døma frítt spælirúm.
Vit hesumegin stóra havið, ið skilir okkum, sita bert og vóna, at maðurin skjótt verður støðgaður í sínum óðamannapolitikki.
Tí vit óttast fyri framtíðini, fyri hvat skal henda. Tað vísir veljarakanningin, sum hevur verið at sæð á Portalinum hesa vikuna. Oman fyri helmingurin av fólkinum heldur, at heimurin er vorðin ótryggari eftir at Donald Trump er komin til valdið í USA.
Hinvegin sær tað út til, at stuðulin til Nato er stórur herheima, nú tað er vinstravongurin, sum talar fyri tilknýtinum til norðuratlantisku verkusamgonguna, meðan fólkafloksverjarar eru meira ivandi.
Vit hoyra vesturevropeisku leiðararnar tosa um at Evropa skal dubba seg, nú vit ikki longur kunnu rokna við treytaleysum stuðuli úr USA, um eitt av Nato-limalondunum verður álopið av triðja landi.
Harvið er ein yvir hundrað ára gomul vinasemja brotin. Í staðin fyri at veita okkum lyfti um hjálp, er USA farið at tosa um at innlima grannalandið og Nato-landið Kanada í USA saman við Grønlandi.
Sokallaði vesturheimurin brynjar seg tí til hóttan frá bæði eysturi (Russlandi) og vesturi (USA). Best hevði tó verið, um vit og skil aftur fór at ráða, og javnvágin, ið hevur verið galdandi í minst eitt mannaminni aftur kom upp á pláss.
Føroyar eru tað landið í heiminum, har sólin sæst allarminst. 840 tímar í miðal um árið, er 486 tímar færri enn landi, sum liggur næstniðast, Ísland
Nú er tað staðfest við hagtølum: Føroyar er tað landið í heiminum, har sólin sæst minst. Tað staðfestir enska blaðið Mirror, sum undrast á, at tað í heila tikið eru fýra tjóðir, sum hava færri sóltímar enn í Stóra Bretlandi.
Mirror siterar Secret London fyri tølini. Á heimasíðuni hjá Secret London sæst, at uppgerðin er frá nettænastuni Tableau Public
Og her sæst, at Føroyar ikki bara liggja niðast á listanum, men nógv niðast.
Í Føroyum eru í miðal 840 sóltímar um árið. Ísland liggur næstniðast á listanum, men har 1.326 sóltímar árliga í miðal. Altso er langt millum næstniðasta og niðasta landið á listanum.
Føroyar eru sostatt tað landið á listanum hjá Tableau Public, har allir mánaðirnir í árinum eru teknaðir í gráum litbrigdum – altso, har sólin sjáldan sær.
Hóast sóltímarnir eru fáir, so skrivar Mirror kortini jaligt um okkara land, sum eitt spennandi stað hjá ferðafólki at vitja. Greinin sæst her.
Tað eru mest lond á norðaru hálvkúlu, sum sliggja á hesum listanum. Men óvæntað liggur Ekvatorial Guinea á sjeynda plássi. Ekvatorial Guinea liggur á sjálvum miðkringinum við vesturstrond Afrika. Har er tropiskt veðurlag, men orsaka av regnskóginum og slavna veðurlagnum, sæst sólin ikki so nógv her.
St. Pierre & Michelon, sum liggur á triðja plássi eru átta smáar franskar oyggjar, ið liggja á 46. breiddarstigi við eysturstrond Kanada sunnan fyri New Foundland.
Eitt evropeiskt land liggur í Topp 10 yvir flest sóltímar. Tað er miðjarðarhavsoyggin Kýpros, sum liggur á 10. pássi.
Listin yvir tey 10 londini við fæst sóltímum sær soleiðis út:
Tey 10 londini við flest sóltímum:
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 18. mars 2025
Tað er framvegis flest veljarar, sum vilja hava Beinir Johannesen til komandi løgmann. Men núverandi løgmaður vinnur eitt sindur aftur í undirtøk
Aksel hevur vunnið seg framum aftur Bárð, men tað er framvegis bróðursonurin í Fólkaflokkurin, sum hevur leiðsluna.
Vit tosa um, hvønn av sitandi floksforfólkum, veljararnir í Føroyum helst vilja hava til løgmann eftir komandi løgtingsval.
Tá spyr.fo í farnu viku gjørdi veljarakanning fyri hetta Blað, spurdu vit eisini, hvønn veljararnir helst vilja hava skal vera løgmaður eftir komandi løgtingsval.
Eins og seinast, eru tað nógv flest, 28,9 prosent, sum peika unga formannin í Fólkaflokkinum, Beinir Johannesen. Men 28,9 prosent er nakað minni enn til undanfarnu veljarakanning, sum varð gjørd fyrst í desember. Tá vóru tað 30,2 prosent, sum peikaðu á Beinir Johannesen.
Hinvegin, so gongur tað eitt sindur framá hjá pápabeiggjanum, sitandi løgmanni og formanni í Javnaðarflokkinum, Aksel V. Johannesen.
Undirtøkan fyri sitandi løgmann at halda fram í sessinum náddi eitt lágpunkt í seinastu veljarakanning, tá tað einans vóru 20,5 prosent, sum peikaðu á hann. Nú eru tey 22,5 prosent.
Harvið er Aksel V. Johannesen aftur betri dámdur enn sambandsformaðurin, Bárður á Steig Nielsen, sum seinastu tvær veljarakanningarnar hevði størri undirtøku enn Aksel V. Johannesen. Nú eru tað 21,1 prosent, sum peika á Bárð á Steig Nielsen.
Sannlíkindini fyri, at Tjóðveldi skal koma at sita við borðendan í landsstýrinum fyri fyrstu ferð nakrantíð, eru vorðin eitt sindur størri eftir at Sirið Stenberg nú er vorðin forkvinna í flokkinum.
Meðan Høgni Hoydal var formaður í Tjóðveldi, plagdi undirtøkan fyri honum sum løgmanni at liggja um 6 til 8 prosent.
Men eftir at Sirið Stenberg hevur tikið yvir, er undirtøkan fyri einum løgmanni/-kvinnu úr Tjóðveldi tvífaldað, og samstundis er talið av ivandi minkað munandi.
Í fyrru kanningini eftir at Sirið tók við sum forkvinna í flokkinum, vóru tað 13,9 prosent, sum peikaðu á hana sum løgkvinnu. Nú er henda undirtøkan økt til 15,4 prosent.
Undirtøkan fyri forfólkunum í Framsókn og Miðflokkinum er so lítil, at hon næstan ikki sæst í kanningunum.
Men tað merkir ikki, at sannlíkindini eru smá fyri at tey kunnu gerast samgonguleiðarar eftir eina komandi samgongusamráðing. Tí tað er sum kunnugt ikki veljarin, men ein meiriluti á løgtingi, sum velur hvør skal vera løgmaður/-kvinna.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 22. mars 2025
Sambandsflokkurin hevði landsfund farna vikuskiftið
Anna Falkenberg, fólkatingskvinna, er nú næstforkvinna í Sambandsflokkinum.
Á landsfundi hjá flokkinum í SALT leygardagin var m.a. val av forfólki og næstforfólki á skránni. Stríðsval var um sessin sum næstforfólk. Anna Falkenberg vann atkvøðugreiðsluna móti sitandi varaformanninum, Helga Abrahamsen.
Anna Falkenberg fekk 20 atkvøður og Helgi Abrahamsen 16.
Bárður á Steig Nielsen hevði einki mótvalevni, og heldur tí fram sum formaður.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 15. mars 2025
Men í einum øki í Føroyum eru tey ikki so stúrin – í Norðoyggjum
Føroyingar eru farnir at óttast USA eftir at Donald Trump er forðin forseti í landinum á øðrum sinni.
Ein góður helmingur av veljarunum halda, at landið fyri vestan er ein hóttan móti tryggleikanum í Føroyum.
Tá Spyr.fo gjørdi veljarakanning fyri BlaðiðVikuskifti í farnu viku, vórðu eisini nakrir spurningar settir um stúran hjá fólkinum.
Ein spurningur ljóðaði soleiðis: "Heldur tú at USA, við Donald Trump sum forseta, er ein tryggleiki ella ein hóttan hjá Føroyum?"
Av teimum, sum svaraðu hesum spurninginum vóru tað 54 prosent, sum svaraðu “ein hóttan”. Bert 9 prosent av teimum spurdu svaraðu, at USA er “ein tryggleiki”, meðan 36 prosent svaraðu “hvørki tryggleiki ella hóttan”.
Sigast skal her, at tað vóru 16 prosent av teimum spurdu, sum søgdu seg ikki vita.
Norðingar minni stúrnir
Í øllum økjum uttan einum er tað ein meiriluti av fólkinum, sum er stúrin um trygdina eftir at amerikanski uttanríkis- og verjupolitikkurin er broyttur munandi við nýggja forsetanum.
Stúranin er størst í høvuðsstaðarøkinum, har 58 prosent siga USA vera eina hóttan. Í Eysturoy eru tey 56 prosent, í Norðstreymi/Vágum 55 posent og í Sandoy/Suðuroy 54 prosent.
Men í Norðoyggjum er úrslitið heilt øðrvísi. Her eru tað 37 prosent, sum siga USA vera ein hóttan, meðan ein knappur helmingur, 49 prosent svara ‘hvørki tryggleiki ella hótan’.
Tølini vísa eisini, at kvinnurnar eru meira stúrnar enn menninir, og at tað eru tey ungu – veljararnir frá 18 til 29 ár, sum eru mest stúrnir.
Um hugt verður eftir hvønn flokk tey siga seg fara at velja, so vísir kanningin at veljararnir hjá Miðflokkinum og Fólkaflokkinum eru minst stúrnir, ávikavist 21 og 31 prosent, meðan veljararnir hjá Javnaðarflokkinum og Tjóðveldi eru mest stúrnir 69 prosent í báðum førum.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 19. mars 2025
Samanumtikið er tó stórur meiriluti fyri, at vit framhaldandi skulu vera partur av Nato, vísir spyr.fo-kanning
Tað er stór undirtøka fyri, at Føroyar framhaldandi skulu vera ein partur av norðuratlantisku verjusamgonguni, Nato.
93 prosent av veljarunum eru fyri og 7 ímóti, vísir ein kanning, sum spyr.fo hevur gjørt fyri BlaðiðVikuskifti.
Spurningurin ljóðaði: “Heldur tú, at Føroyar (saman við Danmark) framhaldandi skulu vera ein partur av Nato?”
Sigast skal, at 10 prosent av teimum spurdu vistu ikki hvat tey hildu um hendan spurningin.
Rættiliga sermerkt við hesi veljarakanning er, at Fólkaflokkurin er tann av teimum stóru flokkunum, sum er minst heitur fyri Nato-samstarvinum.
Flokkurin hevur flutt seg nógv
Hetta er tað øvugta av, hvat nógv minnast frá tíðini, serliga tá Óli Breckmann førdi pennin í Dagblaðnum og tá var heitasti fortalari fyri Nato-verjusamgonguni. Meðan flokkarnir til vinstru ikki rættiliga vildu vita av hesum sambandi.
Í dag er støðan tann, at í Javnaðarflokkinum eru tað 99 prosent av veljarunum, sum siga ja til at vit framhaldandi skulu vera partur av Nato, meðan tað eru 98 prosent av sambandsveljarunum og 91 prosent av tjóðveldisveljarunum.
Vit nevna ikki teir smærru flokkarnir í hesum sambandi, tí her er óvissan rættiliga høg.
Nevnast skal eisini, at tað eru rættiliga nógv, sum ikki vita í Javnaðarflokkinum og Fólkaflokkinum, ávikavist 16 og 14 prosent.
Norðan- og sunnanfólk ivast
Líka so sermerkt, sum at Fólkaflokkurin stingur seg burturúr, er tað, at hugburðurin í Norðoyggjum og eisini í Suðuroy/Sandoy er øðrvísi, enn í hinum økjunum, tá hugt verður eftir landafrøðiliga tilknýtinum.
Meðan stuðulin fyri Nato er heilt uppi á 95, 93 og 92 prosentum í Havn, Vágum/Norðstreymoy og Eysturoy, so liggur hon á 88 og 87 prosentum í ávikavist Sandoy/Suðuroy og Norðoyum.
Hyggja vit eftir tølunum, tá tey, ið svara ‘veit ikki’ eru við, er munurin enn týðuligari. Tá eru tað í Norðuroyggjum 68 prosent fyri Nato, 10 prosent í móti og 22 prosent vita ikki. Í Sandoy/Suðuroy eru tølini ávikavist 74, 10 og 16 prosent. Í Norðstreymoy/Vágum hinvegin liggja tølini til samanlíkningar á 91, 6 og 3 prosentum og í Havn 89, 4 og 7 prosentum.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 21. mars 2025
Ein maður datt uttan fyri Hilton Garden Inn sunnunáttina, og hann doyði av fallinum, sum hevur verið einar tríggjar metrar
Stutt eftir klokkan eitt sunnunáttina hendi ein vanlukka uttan fyri Hotel Hilton Garden Inn í Havn.
Ein maður í 50'unum datt uttan fyri gistingarhúsið og doyði av fallinum, sum verður mett at vera einar tríggjar metrar, upplýsti vaktleiðarin hjá løgreglustøðini í Havn sunnumorgunin.
Fólk vóru skjót á staðnum og ringdu eftir hjálp. Løgregla og sjúkrabilur vórðu send á staðið, men stutt eftir varð staðfest, at maðurin var deyður.
Maðurin, sum doyði var, 54 ára gamli Hans Jacob Hjelm úr Vági, víðagitin kring allar Føroyar sum sangari og undirhaldari við orkestri sínum Hans Jacob og Vinmenn.
Hans Jacob Hjelm, til vinstru, her avmyndaður saman við René Jespersen á Summarfestivalinum í Klaksvík í fjør (Savnsmynd: Jens Kr. Vang)
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 16. mars 2025
Hóast stórar verkætlanir eru í umbúnað bæði innan varandi orku og rakett- og fylgisveinavinnu mælir Bjarni K. Petersen hetlendingum at hugsa stórt á øðrum týðandi samfelagsøkjum eisini.
Her sipar hann ikki minst at byggja tunlar, sum kunnu binda oyggjarnar saman eins og fjarskifti sum internet, ið bæði kunnu vera við til at venda gongdini í Hetlandi og vónandi steðga fráflytingini og skunda undir at fáa tey ungu, sum fara inn á meginlandið at útbúgva seg, at koma heimaftur.
Bjarni K. Petersen stóð á odda fyri einum føroyskum ferðalag, sum vitjaði í Hetlandi í vikuni eftir innbjóðan frá hetlendska lokalmyndugleikanum, Shetland Island Council, SIC.
Tað heldur sjáldsama og óvanliga við hesi ferðini til grannaloyggjarnar var tann, at flogið varð beinleiðis millum Vágar og Sumburgh í Hetlandi við tyrlu.
Vit skulu mong ár aftur í tíðina, har slík flúgving varð gjørd. So hetta var eisini ein jalig avbjóðing og uppliving fyri royndu flogskipararnar hjá Atlantsflogi.
Frá vinstru Jóhan Mortensen, Andreas Mouritsen, flogskipari, og Bjarni K. Petersen
Og uppaftur sjáldsamari var tað eisini, at hesin túrurin beinleiðis millum Føroyar og Hetland var fyrstu ferð landsstýrismaðurin var við tyrlu, Ikki nokk við tí. Hetta var eisini hansara fyrsta vitjan í Hetlandi.
So alt hetta skuldi kunnað skapt grundarlag fyri onkrum jaligum á samstarvsøkinum millum oyggjarnar.
- Eg eri errin av at vitja okkara stoltu grannar og síggi fyri mær, at hetta kann gerast byrjanin til eina nýggja og gevandi framtíð í báðum oyggjasamfeløgunum segði Bjarni Petersen við lokala BBC útvarpið í Lerwick.
Hann heldur, at bæði Hetland og Føroyar kunnu læra av hvørjum øðrum, og tað er so sanniliga uppá tíðina at seta skjøtil á samvinnu millum tvey lond, sum liggja so tætt við hvørt annað, og sum hava somu áhugamál á nógvum økjum, eitt nú eisini geopolitiskt í Norðuratlantshavi.
Undir vitjanini í Hetlandi hava føroysku vinnulívsumboðini havt høvi at hitta umboð fyri hetlendska vinnu og myndugleikar og hevur ørgrynna av málum verður á borðinum.
Ein kann siga, at entusiasman hevur verið stór frá báðum síðum og hevur landsstýrismaðurin sýnt framúrskarandi evni at lýsa viðurskifti í Føroyum og seta hesi í relatión til hetlendska samfelagið.
Fyrsta ferðin hjá landsstýrismanninum í tyrlu
Niels Mortensen, nevndarformaður í Atlantic Airways
Tað hevur so eisini gjørt, at hetlendska oyggjaráðið hevur sett fram ynski um at vitja í Føroyum í heyst.
- Nógv er at tríva í segur hetlendska ráðsforkvinnan, 'convenarin', Andrea Manson við BBC og heldt, vit kunnu eins væl leggja út við einum fótbóltsdysti millum oyggjarnar, og harvið vekja fram aftur gomul minni.
BBC tosaði eisini við komandi valevnið hjá SNP í Hetlandi, Hannah Mary Goodlad, og spurdi hana, hvønn týdning ein slík vitjan kann fáa. Hon bjóðar seg fram sum valevni til skotska tingið um 15 mánaðir, og hon dylur ikki fyri, at ein vitjan sum henda og tann í Føroyum seinni í ár kunnu koma at merkja komandi valið í Hetlandi. Sjálv er hon fyri tunlum og størri sjálvræði eftir føroyskari uppskrift.
Bjarni Petersen sigur við Portalin, at hann sær møguleikar fyri samstarvi á nógvum økjum og nevnir nøkur, orku, mentan, bústaðarviðurskifti, vinnu og sosiala sektorin.
Undir vitjanini varð høvi at fara kring allar oyggjarnar og síggja menningina har, men eisini manglandi menningina, sum ikki minst stavar frá einum ótíðarhóskandi infrakervi. Har heldur landsstýrismaðurin, at hetlendingar hava nógv at læra av føroyingum, og ikki minst føroyska hugburðinum og drivinum til at gera skilagóðar samfelagsligar íløgur, eisini tá tær eru stórar.
Vitjað varð á fiskamarknaðinum í Scalloway, stóru havnini í Lerwick, í Dales Voe, har stór útbygging er framd til at taka upp stórar oljupallar til upphøggingar eins og hjá lokala myndugleikanum SIC, Shetland Island Council, har høvi var at umrøða eitt nú orkumál, sum fylla nógv í Hetlandi.
Forvitnisligt var eisini hjá føroyska ferðalagnum at hitta føroyavinin og rithøvundan, John Goodlad, sum hevur skrivað bókina "The Salt Fish Road".
Hesi vóru við í føroyska ferðalagnum:
Bjarna K. Petersen, landsstýrismaður við lógarmálum
Hannus Petersen, fulltrúi í Løgmálaráðnum
Niels Mortensen, nevndarformaður í Atlantic Airways
Niels Winther, stjóri í Vinnuhúsinum
Páll Vesturbú og Jóna Olsen frá Føroya Tele
Tummas Justinussen frá Smyril Line/Skansi
Niclas Joensen frá Articon
Ólavur Ellefsen, Flowcore og Fróðskaparsetrið
Kate Sanderson, sendikvinna í Bretlandi,
Jón Nielsen frá SEV
Johan Mortensen frá Baldur
Jan Müller frá FÓÍB.
Flogskiparar vóru Andreas Mouritsen og Rani Herup.
Bjarni Kárason Petersen saman við Andrea Manson og Emma MacDonald frá Shetland Island Council
John Goodlad og Tummas Justinussen
Á fiskamarknaðinum í Scalloway
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 20. mars 2025
Frá februar 2024 til januar 2025 innfluttu vit nærum 300.000 tons av oljuúrdráatum og nærum 400.000 tons av sandi og gróti
Frá februar 2024 til januar 2025 innfluttu føroyingar fyri 10,1 milliardir krónur. Tað er 1,1 milliardir krónur - ella 10,1 prosent - minni enn undanfarnu 12 mánaðirnar, skrivar Hagstovan.
Minkingin í innflutninginum stavar í høvuðsheitum frá lægri innflutningsvirði á brennievni og skipum.
Innflutningurin av brennievni og øðrum oljum er minkaður 203 milliónir krónur, og innflutningurin av maskinum, motorum, skipum og akførum er minkaður við 616 milliónum krónum ella 20 prosent. Hetta er fyri tað mesta skip.
Vit innfluttu nærum 300.000 tons av oljuúrdráatum og nærum 400.000 tons av sandi og gróti. Innflutningurin av sandi og gróti er vaksin við góðum 72.000 tonsum - ella góð 22 prosent. Hinvegin hava vit innflutt nærum 34.000 tons minni av fiski til virkingar, skrivar Hagstovan.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 17. mars 2025
Frá februar 2024 til januar 2025 vaks samlaði fiskavøruútlutningurin við 35,4 milliónum krónum - ella 0,3 prosent
Í tíðarskeiðnum februar 2024 til januar 2025 varð útflutt fyri 12,7 milliardir krónur, sum er 105 milliónir krónur - ella 0,8 prosent - meira enn sama tíðarskeið í undanfarna ári.
Fiskavøruútflutningur hetta tíðarskeiðið var 11,8 milliardir krónur, sum er ein vøkstur á 35,4 milliónir krónur - ella 0,3 prosent, skrivar Hagstovan.
Útflutningurin av fleiri fiskasløgum gongur fram, harundir laksur, upsi og makrelur, meðan útflutningurin av flestu øðrum fiskasløgum gongur aftur.
Útflutningurin av laksi er vaksin 527 milliónir krónur hetta tíðarskeiðið. Virðið er vaksið nærum 10 prosent, og nøgdin er vaksin góð 21 prosent.
Útflutningvirði av vørubólkinum "onnur nýtsla, ikki mannaføði" er vaksið 174,6 milliónir krónur, ella 46,5 prosent. Hetta er fyri tað mesta slógv.
Útflutningsvirði av makreli er vaksið 396 milliónir krónur, ella 38,6 prosent. Vøksturin stavar frá príshækkingum, tí nøgdin er minkað 4,7 túsund tons, ella góð fimm prosent.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 17. mars 2025
Talan er um ein vøkstur á 560 milliónir - ella 4,6 prosent í mun til undanfarnu 12 mánaðirnar, skrivar Hagstovan
Seinastu 12 mánaðirnar - frá mars 2024 til februar 2025 - vórðu 12,8 milliardir krónur útgoldnar í lønum í Føroyum.
Tað er ein vøkstur á 560 milliónir - ella 4,6 prosent - í mun til undanfarnu 12 mánaðirnar.
Seinastu árini hevur vøksturin hjá kvinnum verið javnari enn hjá monnum. Serliga var lønargongdin hjá monnum ávirkað av koronufarstóttini. Seinastu 12 mánaðirnar áttu kvinnur 39 prosent av samlaðu lønunum, sum er eitt prosent hægri enn í undanfarnu 12 mánaðirnar, skrivar Hagstovan.
Av samlaða vøkstrinum á 560 milliónir krónur, áttu kvinnurnar yvir 60 prosent við 354 milliónum krónum. Menninir áttu 205 milliónir av vøkstrinum.
Samlaða útgoldna lønin hjá kvinnum var 7,6 prosent hægri seinastu 12 mánaðirnar samanborið við undanfarna tíðarskeið. Hjá monnum var lønin 2,7 prosent hægri.
Í februar var mánaðarliga miðallønin fyri hvønn persón 37.947 krónur - sløk fimm prosent hægri samanborið við februar í fjør.
Í februar fingu kvinnur 28.452 krónur í miðal, sum er 39 prosent lægri enn miðallønin hjá monnum, sum var 46.540 krónur. Samanborið við februar árið fyri er útgoldna miðallønin vaksin við yvir fimm prosentum hjá monnum og fýra prosentum hjá kvinnum, skrivar Hagstovan.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 20. mars 2025
Váryvirlitstrolingin á landgrunninum vísir, at tað er eitt vet meira av toski í vár mun til síðsta vár, men nøgdirnar eru tó enn lítlar
Toskurin er rakari enn síðstu árini, og magainnihaldið er ein blandingur av nebbasild og krabbadjórum.
Meginparturin av toskinum er fingin á gýtingarøkinum norðanfyri, skrivar Havstovan.
Nakað meir av smáfiski er fingið í ár í mun til síðstu árini, so sannlíkt er, at tey góðu náttúruviðurskiftini í 2022-23 nú byrja at síggjast aftur í tilgongdini til toskastovnin.
Nøgdin av hýsu er framvegis stór, og hon er væl í holdum. Munandi partur av hýsuveiðuni er smáhýsa.
Nøgdin av upsa er undir miðal.
Sum í fjør vóru kalvaspraggur fingnar á túrinum, og hetta gevur ábendingar um tilgongd til kalvastovnin, sum hevur verið sera illa fyri í mong ár.
Túrfrágreiðingin kann lesast her.
Fleiri kanningar av gýtingartoski vóru gjørdar á túrinum í sambandi við granskingarverkætlanina CODSPA, sum júst er farin av bakkastokki.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 21. mars 2025
Parið úr Hvalba skal dagførast í Thyborøn í Danmark, og verða ikki í vinnu aftur fyrr enn síðst í august
Partrolararnir Hamranes og Breiðanes skulu dagførast á skipasmiðjuni í Thyborøn.
Eitt nú skulu partrolararnir skifta høvuðsmotorar, spøl og ísmaskinu umframt, at skipini eisini skulu gera aðrar dagføringar og pussast upp.
Talan er um eitt sera drúgt og stórt arbeiði, sum skal gerast við partrolararnar, sum ikki fara aftur í vinnu fyrr enn síðst í august.
Høvuðsmotorarnir eru í dag MAN B&W Alpha 1203HK / 885KW og nýggju motorarnir vera tveir ABC motorar, sum eru eitt sindur størri og munandi meira orkusparandi enn teir núverandi.
Arbeitt hevur verið við at skifta parið út við eitt nýggjari og størri par, men ringt er at finna slíkar á marknaðinum, og at byggja nýtt verður ov dýrt til tað grundarlagið, sum reiðaríið hevur í dag. Tí valdu eigararnir heldur at dagføra skipini í Danmark.
Hamranes og Breiðanes eru bygdir í Polandi í 1990, og fingu upprunaliga nøvnini Polarhav og Stjørnan.
Tá ið táverandi eigararnir fingu nýtt par handað úr Íslandi tíðliga í hesi øldini, fingu partrolararnir nøvnini Vestursøki og Vesturleiki, og síðani Borgarin og Navarin áðrenn parið fekk heimstað í Hvalba.
Tað er felagið TG Fish, sum eigur parið, og eigur eisini trolaran Steintór og ein stóran part í uppsjóvarskipinum Arctic Voyager.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 20. mars 2025
Skerjingar eru í kvotunum, men hóast semjan ikki er stór í vavi, so hevur avtalan týdning fyri tvíliðaðu viðurskiftini millum Føroyar og Bretland
Undanfarna fríggjadag undirritaðu Føroyar og Bretland semju um sínámillum fiskirættindi fyri 2025.
Bulurin í føroysku fiskirættindunum í bretskum sjógvi er svartkalvi, umframt onnur fiskasløg eitt nú blálonga, hýsa og longa. Eisini er ein lítil NAFO-kvota av toski á Grand Bank uttan fyri Kanada, sum Bretland flytur Føroyum at fiska.
Í føroyskum sjógvi fær Bretland rætt at veiða serliga hýsu og upsa, eins og at Bretland fær eina hjáveiðikvotu av toski í hýsufiskiskapinum.
Orsakað av støðuni hjá fiskastovnunum eru skerjingar í kvotunum á báðum síðum í ár, sæð í mun til undanfarna ár.
Hóast semjan ikki er stór í vavi, so hevur avtalan týdning fyri tvíliðaðu viðurskiftini millum Føroyar og Bretland, skrivar Fiskimálaráðið.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 18. mars 2025
Ársúrslitið hjá Smyril Line var 127 milliónir í avlopi, meðan rakstrarúrslitið var 286 milliónir krónur
2024 hevur verið eitt avgerandi ár fyri Smyril Line við stórum avgerðum og týðandi íløgum, sum tryggja og styrkja framtíðina hjá felagnum.
Við miðvísum íløgum og áhaldandi arbeiði hevur Smyril Line lagað seg til broyttu marknaðartreytirnar og styrkt sína støðu innan sjóflutning.
Bæði ferða- og farmavirksemið hava sum heild gingið væl.
Íløgur í flotan og nýtt høvuðssæti
Fyrst í 2024 varð sáttmáli gjørdur við CIMC Raffles skipasmiðjuna í Kina um at byggja tvey nýggj farmaskip, sum eftir ætlan koma í flotan miðskeiðis í 2026.
Skipini eru sniðgivin við burðardygd í huga, og fara at økja um bæði effektivitet og tænastustøði. Við hesum íløgum raðfestir Smyril Line at tryggja framtíðina og leiða felagið fram ímóti eini grønari orkuloysn.
Í mai 2024 gjørdi Smyril Line sáttmála við Articon um byggingina av nýggja høvuðssætinum, farstøðini og goymsluhúsinum í Tórshavn. Bygningurin, sum verður liðugur í 2026, fer at betra um rakstrarmøguleikarnar og tænastuna til kundarnar.
Fíggjarligt úrslit og framtíðarútlit
Hóast høga inflatión, verkføll og fleiri nýggj avgjøld á vinnuna, hevði Smyril Line eitt gott fíggjarligt úrslit í 2024. Ársúrslitið var 127 milliónir krónur í avlopi, meðan rakstrarúrslitið var 286 milliónir. Hetta er enn eitt metár fyri felagið, við einum avlopi, sum liggur 5 milliónir omanfyri úrslitið í 2023.
Við verandi gongd og útlitum væntar Smyril Line framgongd innan bæði ferða- og farmageiran í 2025, og úrslitið verður væntandi á sama støði sum í 2024. Henda forsøgn er tó treytað av fleiri óvissum, serliga í mun til brennievnisprísir, inflatión, rentustøði og geopolitisku støðuna. Smyril Line fer framhaldandi at raðfesta skilagóðan rakstur, burðardyggar íløgur og dygdargóða kundatænastu fyri at styrkja felagið í 2025.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 20. mars 2025
Tryggingarinntøkurnar øktust og íløguavkastið var gott hóast fleiri skaðar vórðu fráboðaðir í 2024, enn árið fyri
Trygd kann staðfesta eitt gott úrslit fyri 2024, við einum avlopi á 23,3 milliónir krónur fyri skatt.
Tryggingarinntøkurnar øktust og íløguavkastið var gott, og harumframt fingu sera nógvir tryggingartakarar ágóðan av síni trygging, tí munandi fleiri skaðar vórðu fráboðaðir í 2024, enn árið fyri.
- Vit fegnast um gongdina við burðardyggum vøkstri og góðum íløguavkasti. Vit arbeiða alsamt við at betra um kundatænastuna, og fegnast um, at kundanøgdsemið er gott. Í Trygd leggja vit dent á at tálma rakstarútreiðslunum, samstundis sum neyðugar íløgur verða gjørdar í talgilding og menning og dagføring av skipanum, sigur Anna Mohr Holm, stjóri í Trygd.
Avlopið eftir skatt var 19,2 millióónir. Úrslitið er gott, hóast tað er nakað lægri enn árið fyri. Umframt at vera merkt av øktum skaðaendurgjøldum, er úrslitið eisini merkt av, at avsetingarnar til skaðar, sum broytast yvir longri tíðarskeið, vórðu hækkaðar, fyri at langtíðartryggja fíggjarligu støðuna hjá felagnum.
Inntøkurnar frá tryggingargjøldum vuksu við 9,6 milliónum krónum til 178,3 milliónir krónur í fjør. Útreiðslurnar til skaðaendurgjøld vuksu lutfalsliga meiri, við 15,9 milliónum til 114,5 milliónir krónur.
Vøksturin í tryggingarinntøkum komst serliga av meirsølu til verandi kundar, tilgongd av nýggjum kundum og prísvøkstri á tryggingargjøldum. Øktu skaðaútreiðslurnar eru serliga orsakað av fleiri skaðafráboðanum, enn undanfarin ár, umframt at umvælingarkostnaðurin fyri skaðar støðugt dýrkar.
Umráðandi at dagføra tryggingar javnan
Tryggingartørvurin broytist so hvørt, sum lívsumstøðurnar broytast. Tí er tað sera umráðandi, at tryggingar verða dagførdar javnan.
- Vit vilja so fegin, at fólk gerast varug við hetta. Um skaði hendir og tryggingarnar ikki eru í lagi, kann tað hava við sær álvarsligar avleiðingar fyri einstøku familjuna. Tí arbeiða vit støðugt við at gera tað lætt fyri fólk at vera rætt og væl tryggjað. Av somu orsøk er eisini umráðandi fyri okkum at veita skjóta og góða skaðaviðgerð. Tað skal vera lætt at fáa endurgjald fyri dekkaðar skaðar, sigur Anna Mohr Holm.
Tað er lætt at boða frá skaðum umvegis nýggju heimasíðuna hjá Trygd – serliga á telefonini. Hetta er ein liður í arbeiðinum at gera tað lættari at vera kundi. Kundanøgdsemiskanningin í 2024 vísti nøgdar kundar, sum siga seg fáa góða tænastu, so tað hevur virði at leggja alsamt størri dent á kundasambandið.
Úrslitini í tølum:
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 18. mars 2025
Framtongdin stavar í høvuðsheitum frá lægri niðurskrivingum og øktum rentuinntøkum
Úrslitið hjá Norðya Sparikassa eftir skatt í 2024 var eitt avlop upp á 47,9 milliónir krónur samanborið við 38,7 milliónir árið frammanundan. Framgongdin stavar í høvuðsheitum frá lægri niðurskrivingum og øktum rentuinntøkum.
Sparikassin er nøgdur við gongdina í 2024.
Vøkstur í virksemi
Útlánini øktust úr 2.182 milliónum krónum upp í 2.248 milliónir krónur, sum svarar til ein vøkstur upp á 66 milliónir ella 3,0 prosent.
Innlánini øktust úr 2.607 milliónum upp í 2.729 milliónir krónur, sum svarar til ein vøkstur upp á 122 milliónir ella 4,7 prosent.
Ábyrgdarpeningurin øktist úr 36,6 milliónum upp í 38,0 milliónir krónur, ið svarar til eina øking upp á 1,3 milliónir ella 3,6 prosent. Mælt verður til at renta ábyrgdarpeningin við 6 prosentum í 2024, og miðað verður eftir at renta ábyrgdarpeningin við 5 prosentum í 2025.
Grundrakstur styrktur
Grundraksturin varð styrktur í 2024. Grundraksturin var 55,5 milliónir kr´nur samanborið við 52,1 milliónir árið fyri. Hetta svarar til eina hækking upp á 3,4 milliónir ella 6,5 prosent.
Sparikassin hevur gott gjaldføri og dyggan kapital.
Lyklatalið fyri gjaldførið var 419 prosesnt í mun til lógarkravda gjaldførið á 100 prosent.
Kjarnukapitalurin var 29,5 prosent sammett við 27,6 prosent árið fyri. Samlaða kapitalkravið var uppgjørt til 20,1 prosent og sostatt var kapitalyvirdekningurin 9,4 prosentstig ella umleið 124 milliónir krónur við ársenda 2024.
Árligi umboðsráðsfundur sparikassans verður 3. apríl 2025.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 19. mars 2025
Hallið hjá landskassanum er mett at vera 102 milliónir krónur í 2024, 305 milliónir í 2025 og 266 milliónir í 2026. Eisini verður roknað við hallið samlað sæð hjá kommununum á 244 milliónir krónur í 2024 og 169 milliónir í 2025. Hall skal fíggjast og tað merkir, at skuldin økist bæði hjá landi og kommunum
Myndin niðanfyri vísir, at úrslitið á fíggjarlógini er mett at verða eitt hall á 300 milliónir krónur í 2025 og enn eitt hall á 265 milliónir krónur í 2026. Hetta svarar til áleið 1prosent av BTÚ ár undan ár, sum ikki eigur at koma fyri í einum samfelagi uttan nakað nevnivert arbeiðsloysi.
Talvan niðanfyri vísir somuleiðis, at tað eisini er eitt samlað hall hjá kommunum.
Hallið má fíggjast við øktari lántøku. Tað ber við sær hægri rentuútreiðslur, ið hevur við sær, at ein størri partur av skattainntøkunum, skulu nýtast til at rinda rentur.
Verður einki gjørt, kemur hallið at vaksa enn meira. Demografiska gongdin við veksandi talinum av eldri fólki merkir, at útreiðslurnar fara at renna frá inntøkunum, um ikki bygnaðarligar broytingar verða framdar. Tað er neyðugt, at politisku myndugleikarnar skipa samfelagið fíggjarliga skynsamt, soleiðis at tað í longdini er samsvar millum inntøkur og útreiðslur hjá tí almenna, annars fer almenna skuldin at veksa uttan íhald, og vælferðin fer at versna, skrivar Landsbanki Føroya.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 17. mars 2025
EGS-skuld er ein felags standardur, sum ES londini nýta til at gera upp almennu bruttoskuldina. Almenna EGS-skuldin er 8,8 milliardir krónur ella góð 30 prosent av BTÚ. Tilmælda hámarkið fyri EGS-skuld er 60 prosent
EGS stendur fyri Evropeiska Gjaldoyrasamstarvið, og skuldin verður ofta nevnd ØMU-skuldin eftir danska navninum (den Økonomisk Monetære Union). EGS skuldin fevnir um skuld hjá landi, kommunum og grunnum.
Við ársenda 2025 verður EGS-skuldin í Føroyum mett at vera góð 30 prosent av BTÚ (sí myndina niðanfyri). Sambært ES reglum, skal skuldin ikki vera meira enn 60 prosent av BTÚ. Við at halda skuldina undir 60 prosentum, er tað meira sannlíkt, at landið hevur fíggjarligt støðufesti, og hevur ráð til at rinda skuldina aftur uttan ov stórar avbjóðingar. Um skuldin er ov høg, kann tað gera tað truplari fyri eitt land at rinda skuldina aftur, serliga um tað kemur í fíggjarligar trupulleikar.
Útgangsstøðið í Føroyum við eini EGS-skuld á 30 prosent av BTÚ er gott. EGS skuldin í tølum verður um 8,8 milliardir kr´nur við ársenda 2025. Um skuldin var 60 proent av BTÚ, svarar tað til eina skuld á 17,4 milliardir krónur. Tað vil siga, at skuldin helst ikki skal vaksa við meira enn 8,6 milliardum krónum (í 2025 tølum), men helst minni enn tað, tí Føroyar eru ein pinkubúskapur við einum sera einstáttaðum vinnubygnaði, sum talar fyri varsemi við lágum skuldarmarki.
Til dømis eru ætlanir um at gera ein Suðuroyartunnil. Sambært P.f Suðuroyartunnil fer tunnilin at kosta 4 milliardir krónur (í føstum prísum) og við rentum umleið 5 milliardir krónur at bora. Tá ið ein íløga verður so mikið stór, er eyðsæð, at rásarúmið til at gera aðrar íløgur, sum eitt nú kundu bøtt um haldførisavbjóðingina, verður minni. Harafturat skulu undirskotini á fíggjarlógini hjá landi og kommunum eisini fíggjast komandi árini, skrivar Landsbankin.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 17. mars 2025
Føroyingar eiga at fáa sum mest fyri hvørja íløgukrónu, og tí er neyðugt at raðfesta rætt í millum almennu íløgurnar. Sum amboð til at raðfesta íløgurnar eiga kost-nyttu greiningar at verða gjørdar
Fyri at tryggja eina burðadygga samfelagsmenning má javnvág vera millum nútíð og framtíð, har íløgur gagna komandi ættarliðum uttan at skapa eina ovurstóra fíggjarliga byrðu. Tí er neyðugt at raðfesta rætt millum samfelagsligar tænastur, so sum búpláss á ellisheimum, undirstøðukervið, útbúgvingarskipan, KT-verkætlanir og annað. Er endamálið við íløgunum at betra um fíggjarpolitiska haldførið, noyðast tær íløgurnar, sum fara at lætta um almennu rakstrarbyrðuna í longdini, at hava hægstu raðfesting.
Føroyar eiga at fáa sum mest fyri hvørja krónu og tí mælir Búskaparráðið til at kost-nyttu greiningar eiga at vera gjørdar av øllum stórum íløgum í undirstøðukervi, sum eru í umbúna. Tað tryggjar, at skattaborgarin veit, um hesar íløgur geva samfelgsnyttu ella ei, og um onnur alternativ farleið ella slag av undirstøðukervi hevði givið størri samfelagsliga nyttu.
Ein kost-nyttu greining er ein háttur at meta um virðið av einari verkætlan við at samanbera kostnaðin og tað nyttu, sum verkætlanin gevur samanborið við verandi loysn. Í eini kost-nyttu greining verða allir kostnaðir og øll nyttuvirðir gjørd upp í pengar, so tað er møguligt at samanbera tey. Hetta kann til dømis vera kostnaðurin av at bora ein tunnil. Tað eina er, hvat tað kostar at bora sjálvan tunnilin, men hitt er at virðismeta nyttuna av eitt nú minni ferðslutíð, ávirkanina á umhvørvið, og produktivitet.
Kost-nyttu greiningar verða ofta brúktar í sambandi við stórar íløgur og infrakervisætlanir fyri at tryggja, at tær eru fíggjarliga skilagóðar og samfelagsliga gagnligar.
Landsbanki Føroya
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 21. mars 2025
Taka politisku mynduleikarnir ikki neyðugu avgerðirnar fyri at reka samfelagið skilabetri, vera tað í síðsta enda kreditorarnir sum gera tað, júst sum í kreppuni fyrst í nítiárunum, ávarar Landsbankin
Í januar 2024 gav Búskaparráðið út eina greining um fíggjarpolitiska haldførið, sum vísti, at orsakað av demografisku broytingunum, fara útreiðslurnar í framtíðini at renna frá inntøkunum, um ikki bygnaðarligar broytingar verða gjørdar. Tað er tí umráðandi at fáa tamarhald á útreiðslunum og at hyggja nærri at inntøkunum og gera tiltøk fyri at økja um tær.
Tað er neyðugt, at politisku myndugleikarnar fremja stórar bygnaðarligar broytingar. Verður tað ikki gjørt, er tað sannlíkt, at vælferðin, sum vit kenna hana í dag, er í vanda.
Búskaparráðið hevur í sínum frágreiðingum fleiri ferðir víst á skipanir, sum eiga at endurskoðast ella strikast, fyri at gera samfelagsbúskapin betri. Neyðugt er at endurskoða heimaflotan. Í Várfrágreiðingini síni frá 2022 vísti Búskaparráðið á, at heimaflotin var komin til eitt markamót, og neyðugt er at gera eina haldgóða ætlan fyri, hvussu heimaflotin gerst burðardyggur, soleiðis at hann gevur eitt íkast til samfelagsbúskapin. Saman við hesum hongur eisini makrelstuðulin til heimaflotan. Heldur enn at gera neyðuga tillaging/nýskipan í heimaflotanum, er politiska skipanin farin inn aftur á gamlar slóðir, við at veita stuðul til heimaflotan, í hesum føri sum makrelkvotur. Hetta hóast heimaflotin ikki kann fiska pelagiskan fisk.
Búskaparráðið hevur áður víst á ymiskar aðrar skipanir, sum ikki eru góðar fyri búskapin, eitt nú sjómannafrádrátturin. Heldur ikki Fiskavirkisskipanin er skilagóð fyri búskapin eins og minstaløn til heimaflotan heldur ikki er tað. Hesar báðar seinast nevndu skipanir eru ikki fíggjaðar av landskassanum, men skipanirnar eru lógarbundnar og forða fyri neyðugu tillagingum í ávikavist fiskatilvirking og heimaflotanum.
Landsstýrið hevur samtykt at lækka uttanlandsfrádráttin og eisini gjørt broytingar í ferðastuðlinum og stuðul til dupult húsarhald. Harafturat verður pensjónsútgjaldið til pensjónin fyri samlivandi frameftir tað sama sum pensjónin til pensjónistar, sum eru giftir. Hetta eru stig rætta vegin, tó má sterkari lútir til.
Tað er sjálvsagt ikki nøkur løtt uppgáva at fáa betur rakstur í tað almenna. Men taka politisku mynduleikarnir ikki neyðugu avgerðirnar fyri at reka samfelagið skilabetri, vera tað í síðsta enda kreditorarnir sum gera tað, júst sum í kreppuni fyrst í nítiárunum.
Kelda: Landsbanki Føroya
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 21. mars 2025
Hóast vánaligt veður, og vit royna uttan fyri 200 fjórðingar, so hevur fiskiskapurin samanumtikið verið í lagið, sigur John Leif Joensen, skipari á Bogaranum
- Síðstu vikurnar hava vit gjørt tríggjar brúkiligar túrar eftir svartkjafti vestan fyri Írland. Hóast vánaligt veður, og vit royna uttan fyri 200 fjórðingar, so hevur fiskiskapurin samanumtikið verið í lagið, sigur John Leif Joensen, skipari á Bogaranum.
Í vikuni landaði Borgarin 2.300 tons av svartkjafti til Havsbrún í Fuglafirði.
Sjómanstrúboðarin vitjaði umborð, og fekk eitt prát við skiparan, John Leif Joensen.
(Mynd: Sjómansmissiónin)
Uppá fyrispurning hvussu fiskiskapurin hevur roynst, svaraði John Leif:
- Vit landa nú umleið 2.300 tons av svartkjafti. Tað er ein brúkiligur túrur, hóast tað er langt at sigla á og av fiskileið.
- Síðstu vikurnar hava vit gjørt tríggjar brúkiligar túrar eftir svartkjafti vestan fyri Írland. Hóast vánaligt veður, og vit royna uttan fyri 200 fjórðingar, so hevur fiskiskapurin samanumtikið verið í lagið, sigur hann.
- Vit ynsktu okkum sjálvsagt nøkur tons afturat, men svartkjafturin hvarv brádliga. Hann stendur sera tættur í gýtingartíðini, men aftaná spjaðist hann, og tá loysir tað seg ikki at royna eftir honum, sigur John Leif.
- Nú fara vit at royna eftir svartkjafti í føroyskum sjógvi. Fiskiskapurin er smáligur í løtuni, men plagar at batna tá nakrir dagar eru farnir av apríl. Tá er svartkjafturin vanliga komin norður í føroyskan sjógv. Vit koma at royna eftir svartkjafti til í summar, sigur John Leif.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 19. mars 2025
Reiðarafelagið fyri Handilsskip og Maskinmeistarafelagið hava góðtikið semingsuppskotið frá Semingsstovninum
Reiðarafelagið fyri Handilsskip og Maskinmeistarafelagið hava sagt ja til semingsuppskotið, sum Semingsstovnurin legði fram fyri partarnar klokkan eitt hósnáttina, skrivar Vinnuhúsið á netinum.
Partarnir eru samdir um eina lønarhækkan upp á 4,32 prosent fyrsta árið og 3,87 prosent annað árið.
Talan er um sama lønarkarm, sum semja hevur verið um á privata arbeiðsmarknaðinum í hesum samráðingartíðarskeiði, ið byrjaði 1. mai 2024.
Harvið eru samráðingarnar millum Reiðarafelagið fyri Handilsskip og tey trý manningarfeløgini um nýggjar sáttmálar, sum eru galdandi fyri handilsskip, komnar á mál.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 20. mars 2025
Sum liður í arbeiðnum við eini ferðslutrygdarætlan fyri Vestmanna kommunu verður í næstum gjørd ein rundkoyring á vegamótinum Hornavegur-Fjalsvegur
Ferðslutrygd hevur seinastu árini verið ovarliga á breddanum í Vestmanna kommunu, sum saman við ferðsluráðgeva og løgregluni hevur verið arbeitt við eini ferðslutrygdarætlan fyri kommununa. Sum liður í hesum verður í næstum gjørd ein rundkoyring á vegamótinum Hornavegur-Fjalsvegur.
Tað var einmælt samtykt á bygdarráðsfundi í vikuni.
Endamálið við rundkoyringini er at bøta um ferðslutrygdina á vegamótinum, har tríggjar leiðir koma saman.
Tað kemur javnan fyri, at fólk ivast, hvør skal koyra. Í fjør var ein roynd gjørd at seta fult stopp á fyri omankoyrandi bilum, men tað hevur víst seg ikki at vera ein nóg góð loysn.
Tá ið rundkoyringin verður gjørd, verður samsvarandi strikað upp av nýggjum. Frammanundan er ein rundkoyring í bygdini; hon er á Grótbrúgv.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 21. mars 2025
Tveir av kirkjutænarunum í Hósvíkar kirkju vórðu sunnudagin heiðraðir fyri drúgva tænastu
Tað var av sonnum hátíð í Hósvíkar kirkju seinasta sunnudag, tann 16. mars. Tveir av kirkjutænarunum fingu tænastumedaljuni í silvuri fyri trúgva og drúgva tænastu.
- Í kirkjuni var nomið var við gudshúsið og ta tign og tann heilagleika, ið er bundin at Guðs húsi. Templið er útvalt og halgað sum ævigur bústaður hjá navni Guðs. Eygu og hjarta Guðs skal vera har.
Fólkakirkjan skrivar, at tað er henda fatanin av heilagleika, tign og virðing, ið er karmur um løtuna, nú Jóannes Mørkøre, urguleikari, og Dánial Petur Olsen, deknur, fingu handaða tænastumedaljuna í silvuri. Hansara Hátign, kongurin, lat monnunum hesa viðurkenning fyri drúgva og trúfasta tænastu.
Kirkjuráðið virðismetir tær mongu sjónligu og ósjónligu tænasturnar, sum øll tey mongu tænastufólkini útinna í kirkjuni í longri ella styttri tíð.
Í innstillingini frá kirkuráðnum til kongin viðvíkjandi urguleikaranum og dekninum verður millum annað sagt:
- Jóannes byrjaði sum urguleikari og spældi fyrstu ferð í Hósvíkar kirkju 1. juli 1973 og hevur trúfast tænt kirkjuni síðani. Harafturat hevur hann verið urguleikari í Kollafjarðar kirkju frá 2005 til 2020 og er nú umframt í Hósvíkar kirkju, urguleikari í Vestmanna og kirkjuni við Norðskála.
- Dánial Petur byrjaði fyrst sum klokkari í Hósvíkar kirkju 3. august í 1980 og hevur trúfast tænt kirkjuni síðani. Eftir eina tíð sum klokkari, tók hann á seg kallið at røkja deknatænastuna, ið hann røkti tey næstu 40 árini til 2023.”
Aftaná gudstænastuna vóru øll boðin til døgurða í bygdahúsinum.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 19. mars 2025
Talið er lækkandi - tó eru framvegis yvir 800 umsøkjarar, og stórur vøkstur í umsóknum til Heilsuskúlan. Náttúrbreytin á studentaskúlunum er framvegi tann best umtókta
Tá freistin at søkja inn á miðnámsútbúgvingar til komandi skúlaár var úti á midnátt 15. mars, vóru 834 umsóknir komnar inn.
Hesum boðar Undirvísingarstýrið frá .
Síðan 2015 hevur gongdin við umsóknum verið minkandi. Í ár vóru 24 umsóknir færri enn í fjør og 124 færri enn í 2021.
613 umsøkjarar søktu í ár inn á gymnasialu breytirnar, tað eru 46 færri enn í fjør.
Tað var tó serliga ein skúli, sum hevði eina stóra økining í umsøkjaratalinum: 45 umsóknir komu inn á Heilsuskúlan í Suðuroy, sum er ein trýfalding í mun til 15 umsóknir í mars í fjør.
176 søktu inn á yrkisrættaðu útbúgvingarnar, sum er áleið tað sama sum í fjør. Her er tað serliga el-breytin, sum í ár skarar fram úr við heili 66 umsøkjarum.
Flest vilja á Náttúrubreyt
Toppskjúttin á gymnasialum miðnámi gjørdist aftur í ár náttúrubreytin, sum fekk 207 umsóknir. Hetta er á leið sama tal sum í fjør. Á øðrum plássi kom búskaparbreytin við 171 umsøkjarum.
88 søktu inn á hugbreyt - hetta eru 17 fleiri enn í fjør. Tó er tað ein lækking síðan 2022, tá umsøkjaratalið á hugbreytini var heili 154.
Seinastu árini hava alsamt færri søkt fyrireikingarbreytina - tað sum fyrr kallaðist HF. Hendan gongdin helt áfram í ár. 50 færri søktu í ár inn á fyrireikingarbreytirnar, sum er ein minking á 18 umsøkjarar í mun til í fjør.
54 prosent av umsøkjarunum á miðnámi eru gentur. Síðan 2015 hava genturnar verið betri umboðar á gymnasialu breytunum, og árið í ár er onki undantak. Tó eru dreingir betri umboðaðir á yrkisútbúgvingunum. 71 prosent av umsøkjarunum á yrkisútbúgvingunum eru dreingir.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 19. mars 2025
Masterútbúgvingin í heilsuvísindum hevur vunnið hálvaaðru millión krónur og heiðursløn frá Novo Nordisk Grunninum fyri framúrskarandi undirvísing
Ása Róin, Marin Strøm og Anna Sofía Veyhe eru allar eru lektarar á Deildini fyri heilsu- og sjúkrarøktarvísindi, og tær tríggjar hava nú vunnið sera stóran heiður fyri avbera góða undirvísing.
Tær tríggjar eru toymið av útbúgvingarleiðarum aftan fyri masterútbúgvingina í heilsuvísindum á Fróðskaparsetri Føroya, og nú letur Novo Nordisk Grunnurin teimum hálvaaðru millión krónur og herðaklapp fyri teirra stóra menningararbeiði av fakliga umhvørvinum, tá talan er um heilsuvísindi í Føroyum.
- Dygdargóð undirvísing er avgerandi fyri at hugfanga universitetslesandi og fyrireika tey til eina starvsleið á vísinda-, tøkni- og heilsuøkinum. Við hesum heiðurslønum vilja vit økja tilvitið um, hvussu týdningarmikil góð undirvísing er og geva íblástur til framhaldandi menning av hægri útbúgvingunum, sigur Berith Bjørnholm frá Novo Nordisk Grunninum, sum hevur starvsheitið Senior Vice President for Education & Outreach.
Grundgevingin hjá Novo Nordisk Grunninum fyri at lata Ásu, Marin og Annu Sofíu heiðurslønina er, at tær við ágrýtni og fakligari dygd hava ment eina útbúgving, sum er rótfest í føroyska samfelagnum. Útbúgvingin leggur dent á heilsu og trivnað í oyggjasamfelagnum og hevur skapt eitt livandi útbúgvingarumhvørvi, sum gevur lesandi møguleika at menna sín fakliga profil.
Ein av styrkjunum við masterútbúgvingini í heilsuvísindum er, at undirvísingarhættirnir hava ført til, at fleiri vísindaligar greinar eru skrivaðar av lesandi saman við undirvísarum. Hetta lyftir ikki bara útbúgvingarliga stigið, men ger eisini viðkomandi vitan um føroysk viðurskifti tøka á altjóða pallinum. Lesandi hava harumframt fingið møguleika at brúka ástøðiliga vitan í ítøkiligum verkætlanum, sum viðgera avbjóðingar í føroyska heilsuverkinum.
Ása, Marin og Anna Sofía leggja sjálvar dent á, at menningin av masterútbúgvingini er eitt felags tak. Aftrat teimum trimum arbeiða eisini Anna Sofía Fjallheim, námslektari, og Annika Helgadóttir Davidsen, adjunktur í sálarfrøði, við útbúgvingini á Fróðskaparsetri Føroya.
Heiðurslønin er upp á tilsamans hálvaaðru millión krónur, har hvør teirra persónliga fær 25.000 krónur, meðan restin fer til Fróðskaparsetur Føroya at víðarimenna undirvísingina í heilsuvísindum.
Anna Sofía Veyhe, núverandi útbúgvingarleiðari, Marin Strøm og Ása Róin, sum báðar áður hava verið útbúgvingarleiðarar, siga, at tær saman við deildarleiðsluni fara at leggja eina ætlan fyri, hvussu menningin skal fara fram.
Masterútbúgvingin í heilsuvísindum varð stovnað sum partur av eini tilgongd at menna heilsugransking og heilsuútbúgvingar í Føroyum, og har fígging úr Sjúkakassagrunninum varð markað til endamálið.
Magni Mohr, professari og dekanur á deildini, sigur, at allir starvsfelagar frøast og eru sera errin av heiðurslønini.
- Deildin hevur ment seg ómetaliga nógv seinastu tíggju árini og hevur í dag breiðar heilsuvísindaligar førleikar. Masterútbúgvingin er ment júst hetta tíðarskeiðið av fyrst av øllum Ásu, Marin og Annu Sofíu, sum hava arbeitt miðvíst og við nærlagni. Útbúgvingin er vísindaliga sterk og við atliti at føroyskum viðurskiftum. Vit á deildini eru sanniliga glað og stolt av hesum heiðrinum, sigur Magni Mohr.
Hann leggur afturat, at hetta er eitt dømi um, hvat kann birtast, tá almennu Føroyar velja at marka penging til gransking á ávísum strategiskum øki.
Fíggingin frá Sjúkakassagrunninum kann brúkast sum fordømi fyri onnur vitanarøki, sum samfelagnum tørvar, og sum vit vilja menna.
Kelda: Setur.fo
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 20. mars 2025
22. mars kl. 20.30 verður Earth Hour, og í hesum sambandi verða øll almenn ljós sløkt í Tórshavnar kommunu
Í kvøld, 22. mars klokkan 20.30 verður Jarðartímin, Earth Hour. Endamálið er at varpa ljós á veðurlagsbroytingar og umhvørvi, og aftur í ár luttekur Tórshavnar kommuna.
Í sambandi við Earth Hour verða øll almenn ljós í kommununi sløkt. Øll kunnu luttaka við at sløkkja ljósið heima hjá sær sjálvum og nýta henda tíman at gera okkurt, sum ger mun fyri okkum og okkara náttúru.
Kristianna Winther Poulsen, forkvinna í náttúru- og umhvørvisnevndini hjá Tórshavnar kommunu, setur Earth Hour 2025 í Hoydølum klokkan 20.30. Eisini verður ein gongutúrur, har Jensia Brodersen og Róa Midjord frá Náttúruterapi greiða frá, hvussu vit kunnu nýta náttúruna sum sálar- og heilsubót, skrivar Tórshavnar kommuna.
– Aftaná bjóða skótarnir bollar og kakao. Vit savnast kring bálstaðin og taka samanum. Ljósini tendrast aftur og farið verður hvør til sítt. Havið egnan kopp við! Tiltakið er ókeypis, men tað er neyðugt at melda seg til á visittorshavn.fo/fo/earthhour – avmarkað atgongd.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 15. mars 2025
Várperla flytir við í nýggja bygningin sama dag, sum Borg á Glyvrum letur upp
Eigarin av Borg, Rodmundur Nielsen, og Anna Hansen, eigari av blómuhandlinum Várperla í Runavík, eru vorðin samd um at flyta saman.
Eftir ætlan flytir Borg inn í nýggja og snotiliga bygningin á nýggja havnalagnum á Glyvrum tíðliga í summar, og í dag kundu tey kunngera, at Várperla flytir við.
Báðir partar eru fegnir um hesa avtalu, og serliga fegnast Anna Hansen um at koma inn í nýggj og størri hølir, sum verða við til, at úrvalið hjá Várperlu á fleiri økjum kann gerast munandi størri og betri, skrivar Borg í tíðindaskrivi.
Várperla letur sostatt upp í nýggjum hølum hjá Borg, sama dag sum Borg á Glyvrum letur upp.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 19. mars 2025
Jón Eliassen er settur sum leiðari á tónlistaskúlanum frá 1. mars
Jón Eliassen úr Leirvík, er frá 1. mars 2025 settur sum tónlistaskúlaleiðari í Eysturkommunu.
Jón er kandidatur í tónleikavísindum og enskum frá Københavns Universitet, og er eitt kent andlit í kommununi, har hann leiðir kórið Eystanljóð, er organistur í Leirvíkar kirkju og framførir egnan tónleik.
Útyvir at reka tónlistaskúlan fær Jón til uppgávu at gera virksemi tónlistaskúlans enn meira sjónligt í mentanarlívinum, og at lata tað í enn størri mun mynda umhvørvið kring skúlan í Eysturkommunu, skrivar kommunan í tíðindaskrivi.
Í løtuni ganga áleið 80 næmingar í tónlistaskúlanum, sum er staðsettur bæði í Leirvík og við Gøtugjógv.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 21. mars 2025
Fýra ára verkætlanarstuðul ger tað møguligt at seta Fíu Niclasen í starvið
Í sambandi við at Føroya Náttúru- og Umhvørvisfelag, FNU, hevur fingið stuðul til eina fýra-ára verkætlan frá Aage V. Jensen Naturfond, hevur felagið gjørt av at seta Fíu Niclasen sum aðalskrivara.
Fía Niclasen hevur eina BSc í Management with Entrepreneurship frá Goldsmiths University og eina MSc í Environmental Technology frá Imperial College London. Umframt hetta hevur hon royndir innan verkætlanarleiðslu, náttúru- og umhvørvisátøk og altjóða og norðurlendskt samstarv.
Fía hevur verið ein virkin partur av FNU í trý ár, har hon hevur staðið á odda fyri fleiri átøkum. Hon fer nú frá sum næstforkvinna á komandi aðalfundi, og tekur við starvinum sum aðalskrivari 1. mai.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 18. mars 2025
Hesi vunnu FMA 2025
Ársins tónleikaheiður 2025 varð í gjárkvøldið latin slóðbrótaranum innan andaligan sang og sangskriving, MC Restorff, fyri at hava ríkað føroyska tónleikapallin í hálva øld.
Hetta var á ársins FMA tiltaki, sum varð hildið í Varpinum í Klaksvík.
Hesi vórðu heiðrað:
Ársins útgáva
Ratking – Brimheim
Ársins serútgáva
Ævir, amen – GØ
Ársins sangur
Romeo – Beinir
Ársins tónaskald (skapa)
Helena (Brimheim) Heinesen Rebensdorff
Ársins spíri
Gówa
Ársins tónleikari (framføra)
Jón Festirstein
Ársins tekstur
Mánadrongur – Trygvi Danielsen
Ársins myndlistarligi samleiki
Silvurdrongur
Ársins útflutningsvirðisløn
Føroysk Tónskøld fyri World New Music Days
Ársins átak
Økistónar
Besta jingla
Aron Højgaard og Jens L. Thomsen
Ársins tónleikaheiður
MC Restorff
Áhoyraravirðislønin
Beinir
Sí allar myndirnar, sum Jens Kr. Vang tók í Varpinum í gjárkvøldið
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 21. mars 2025
'Sólarris á heystingardegi' er fimta bókin í ógvuliga vælumtóku røðini og ein sonevnd undansøga, sum snýr seg um Haymitch Abernathy og leikir nummar 50. Nógv varð gjørt burturúr á Glasi í vikuni
Nýggjasta bókin í heimskendu bókarøðini um hungursleikirnar eftir Suzanne Collins hevði altjóða útgávudag 18. mars, og Føroyar vóru við á heimsútgávudegnum.
Bókadeild Føroya Lærarafelags skrivar, at tiltøk við midnáttarsølu av bókini vóru um allan knøttin, har ídnir lesarar bíðaðu spentir til at kunna ogna sær nýggju bókina. Eisini varð nógv gjørt burturúr á Glasi í Havn, har næmingar vóru til stórt tiltak um hungursleikirnar og dystopi mánakvøldið. Filmssýnginar vóru eisini á skránni.
Talan er um eitt serstakt slag av skaldskapi, sum "Hunger Games" eru eitt gott dømi um. Søgurnar fara fram í einari daprari framtíð, har børn so at siga verða offrað í einum leikvølli, sum er eitt slag av "Colleseum".
- Tá navnið hjá Haymitch verður rópt, kennir hann á sær, at dreymarnir hjá honum brotna. Hann verður skryktur frá familjuni og gentuni, koyrdur til Capitol við trimum bøtarum úr Sýslu 12: einari ungari gentu, ið hann kennir næstan sum eina systur, einum veddingardrongi og tí nasadjarvastu gentuni í býnum. Tá leikirnir fara í gongd, skilir Haymitch, at hann stendur til at tapa. Men okkurt inni í honum vil stríðast ímóti … og vil hava stríðið at ekkóa langt út um lívshættisliga válin.
'Sólarris á heystingardegi' er fimta bókin í røðini um sonevndu hungursleikirnar (Hunger Games) í dystopiska landinum Panem. Søgan í hesi bókini fer fram 24 ár áðrenn hendingarnar í fyrstu bók, sum kom út á føroyskum í 2012. Tá var høvuðspersónurin í nýggju bókini, Haymitch Abernathy eisini á ein hátt við.
Woody Harelson sum Haymitch og Jennifer Lawrence sum Katniss
-Sólarris á heystingardegi' er onnur undansøgan ella prequel í bókarøðini. Í 2020 bleiv 'Ríman um sangfuglar og slangur' útgivin sum fyrsta undansøgan í røðini. Hendan lýsir hendingar, sum fóru fram umleið 60 ár áðrenn hendingarnar í upprunatríverkinum Hungursleikirnir, Festir í og Boðkveggja.
Øll bókarøðin hevur selt yvir 100 milliónir. eintøk kring heimin, er týdd til 51 ymisk mál, og bøkurnar eru gjørdar til stórar og væl umtóktar filmar, har Hollywood-stjørnan Jennifer Lawrence spældi Katniss Everdeen.
- Nýggjasta bókin hevði altjóða útgávudag 18. mars. Tað merkir, at bókin kemur út á føroyskum og á ymsum øðrum málum samstundis sum upprunabókin á enskum.
Amerikanska Suzanne Collins hevur skrivað allar bøkurnar um hungursleikirnar, Bergur Rasmussen hevur týtt allar úr enskum, og Bókadeild Føroya Lærarafelags gevur føroysku bøkurnar út.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 18. mars 2025
Eisini verður spennandi bókarframløga
Bókadeild Føroya Lærarafelags gevur fýra nýggjar bøkur út í ársins øðrum bókaumfari. Millum teirra er ein upprunaføroysk myndabók, ið verður løgd fram á middegi í dag, og føroyska týðingin av nýggjastu bókini í heimskendu røðini um hungursleikirnar, ið hevði altjóða útgávudag 18. mars.
Kom við í brandbilin! – Bók við 5 ljóðum
Kom við sløkkiliðshundunum at bjarga degnum! Trýst á knøttarnar og hoyr øll ljóðini, meðan tú lærir um brandbilar.
Sam Taplin skrivaði, Edwars Miller myndprýddi og Silja Aldudóttir týddi úr enskum.
Bókin er pappbókk við ljóði, 10 blaðsíður og væl egnað til børn umleið 0 til 1 ár.
Sjókæti A-OY – framløga leygardagin
Alt frá álli til svørðfisk – ringt at ímynda sær alt tað, sum fjalir seg undir vatnskorpuni. Halt ondini og kava niður í undirsjóvarstavraðið. Við stuttligum rímum møtir tú eini havmús, einum valtrarfiski, einum úlvfiski og mongum øðrum!
Tað serliga stavraðið til tann djarva kavaran og snorklaran, ið leitar eftir bókstavum.
Sólrún Michelsen skrivaði og Annika Øyrabø myndprýddi.
Bókin er innbundin, 34 blaðsíður og til børn umleið 2 til 7 ár.
Sjókæti A-OY verður løgd fram í Gulaskúla á Argjum í dag, leygardagin 22. mars kl. 12. Paula Gaard fer at hava samrøðu við Sólrún Michelsen og Anniku Øyrabø um bókina. Vøkru og stuttligu myndirnar úr bókini verða sýndar fram, og høvi verður at keypa bókina og fáa hana signeraða. Klokkan 13 bjóðar Føroya Sjósavn øllum gestunum inn at uppliva djóralívið úr føroyskum sjógvi. Tiltakið er alment og ókeypis.
Wimpy Kid – Dagbókin hjá einum vussi 2: Rodrick rular
Tú mást fyri alt í verðini ikki spyrja Greg Heffley um, hvat hann gjørdi í summarferiuni, tí hann tímir gott nokk ikki at tosa um tað.
Tá Greg byrjar nýggja skúlaárið, ætlar hann sær at gloyma alt um tríggjar teir seinastu mánaðirnar … Serliga ta einu hendingina.
Tíverri fyri Greg so veit stóribeiggi hansara Rodrick alt um hendingina, sum Greg roynir at køva útyvir. Men loyndarmál hava tað við at koma fram … Serliga tá ein dagbók er uppi í leikinum.
Jeff Kinney skrivaði og myndprýddi, og Jóhanna H. Wolles týddi úr enskum.
Bókin er heft, 218 blaðsíður og til børn umleið 8 til 12 ár.
Sólarris á heystingardegi – Ein søga um hungursleikirnar
Tá sólin rísur á 50. árligu hungursleikunum, eru øll í sýslunum í Panem stúrin. Í sambandi við aðru fjórðingsfeigdina verða tvífalt so nógvir bøtarar tiknir heimanífrá.
Í Sýslu 12 roynir Haymitch Abernathy ikki at hugsa ov nógv um útlitini. Tað einasta, sum hann hugsavnar seg um, er at koma gjøgnum dagin og at vera saman við gentuni, sum hann elskar.
Tá navnið hjá Haymitch verður rópt, kennir hann á sær, at dreymarnir hjá honum brotna. Hann verður skryktur frá familjuni og gentuni, koyrdur til Capitol við trimum bøtarum úr Sýslu 12: einari ungari gentu, ið hann kennir næstan sum eina systur, einum veddingardrongi og tí nasadjarvastu gentuni í býnum. Tá leikirnir fara í gongd, skilir Haymitch, at hann stendur til at tapa. Men okkurt inni í honum vil stríðast ímóti … og vil hava stríðið at ekkóa langt út um lívshættisliga válin.
Suzanne Collins skrivaði, og Bergur Rasmussen týddi úr enskum.
Bókin er heft við klaffum, 410 blaðsíður og til ungar lesarar 13 ár og eldri.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 20. mars 2025
Eftir níggju mánaðir í rúmdini lendu skipbrotnu astronautarnir, Suni Williams og Butch Witmore, trygt í Meksikoflógvanum týskvøldið
Amerikansku rúmdarfólkini Sunita "Suni" Williams og Barry "Butch" Wilmore eru nú lend trygt aftur á jørðini.
Tey fóru út á altjóða ISS rúmdarstøðina í juni í fjør, og ætlanin var, at tey skuldu vera har í átta dagar. Í staðin gjørdist støðgurin hjá teimum úti í vektloysinum níggju mánaðir.
Boeing Starliner rúmdarfarið hjá teimum fekk so álvarsligar tekniskar trupulleikar, at tað mátti venda aftur til jørðina ómannað. Eftir hetta var heimferðin hjá skipbrotnu astronautunum útsett fleiri ferðir.
Sunnudagin kom eitt SpaceX Crew Dragon-rúmdarhylkið út til ISS. Umborð vóru fýra rúmdarfólk, sum nú loysa Williams og Witmore av, umframt tveir aðrar rúmdarmenn, sum hava verið úti á ISS síðan september.
Nasa-astronauturin Nick Hague og russiski kosmonauturin Alexander Gorbunov fylgdust við Wilmore og Williams heim aftur til jørðina týsdagin.
Rúmdarhylkið lendi í Meksikoflógvanum út fyri Tallahassee í Florida beint fyri midnátt týskvøldið, okkara tíð, júst sum ætlað.
Forvitnar springarar – delfinir – vóru tey fyrstu at heilsa rúmdarfólkunum vælkomin aftur til jarðar. Rúmdarhylkið varð tikið umborð á eitt bjargingarskip, og fólkini umborð hjálpt út.
So long tíð í vektloysi í rúmdini ávirkar kroppin. Vantandi tyngdarmegin ger, at beinagrindin viknar og tað gera vøddarnir eisini. Rúmdarfólkini skulu tí til endurvenjingar í fleiri vikur.
Myndirnar eru frá EPA
Suni Williams (Mynd: EPA)
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 19. mars 2025
155 fólk eru løstað, og hjá 18 teirra er støðan hættislig
Ein eldsbruni í einum náttklubba í norðurmakedonska býnum Kocani, kravdi sunnunáttina 59 mannalív, boðar norðurmakedonski innlendismálaráðharrin, Pantje Tosjkovski, frá.
Umframt hetta eru 155 fólk løstað og flutt á sjúkrahús kring landið. Hjá 18 fólkum er støðan hættislig, og summi eru flutt til onnur lond at fáa viðgerð, sigur hann sambært Ritzau.
Sunnumorgunin varð boðað frá, at 51 fólk høvdu latið lív, og at yvir 100 vórðu løstað.
Av teimum 59, sum hava latið lív, eru 35 eyðmerkt.
Eldurin kyknaði undir einari konsert í klubbanum, har fleiri enn túsund áskoðarar vóru til staðar. Líkt er til, at tað var okkurt slag av fýrverki, sum var upprunin.
Konsertin byrjaði á midnátt, og eldurin kyknaði umleið klokkan trý. Áskoðararnir vóru í høvuðsheitum ung fólk. Boð eru givin um at handtaka fýra fólk í sambandi við eldin.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 16. mars 2025
Hevur júst broytt lóggávu, sum skal skunda undir leiting eftir og framleiðslu av olju og gassi
Landið nøktar 90 prosent av síni orkunýtslu frá innflutningi av olju. Nú skal nýggj lóggáva tryggja, at landið kann framleiða olju til egna nýtslu. Tað verður tí toført hjá øðrum londum, sum vilja bannað olju og gass, at sannføra India um tað sama.
Landið er sera bundið av innflutningi av orku, nakað, sum stjórnin vil hava broytt, soleiðis at tað kann framleiða orku til egna nýtslu og til tess at verja orkutrygdina eisini. Broytingarnar í orkupoltikkinum fara at fáa íleggjarar at seta pengar í bæði leiting og framleiðslu av olju og gassi.
India er tað landið, sum eftir USA og Kina, hevur størsta útlátið, og hava lond roynt at leggja trýst á India fyri at minka um oljunýtsluna til tess at minka um útlátið. Til hetta svarar indiska stjórnin, at tað eru tey ríku londini í heiminum, sum hava ábyrgdina av veðurlagsbroytingum og ikki menningarlond sum India. Lond sum India hava allan rætt til at brúka egnar goymslur av olju og gassi til at nøkta vaksandi orkutørvin og harvið eisini til at menna búskapin.
India brúkar í dag góðar 5 milliónir tunnur av olju um dagin og fer um nøkur ár hava hava tørv á millum 6 og 7 milliónum tunnum um dagin upplýsir indiski oljumálaráðharrin fyri Financial Times. Orsøkin til minkingina í leiting hevur verið mangulin uppá íløgur.
- Hetta skal broytast og fara vit nú at “Explore to the maximum", sigur umboð fyri stjórnina. Orkuveiting er ein álvarsligur og aktuttur spurningur fyri ídnaðarligu menningina India.
Indiski og amerikanski forsetin undirskrivaðu herfyri eina avtalu um, at India skal keypa meira olju úr USA. Eisini hevur landið gjørt avtalu við Qatar um keypa LNG gass.
Í løtuni er Russland størsti veitarin av olju og gassi til India. Tað er hesi viðurskifti, sum India vil hava broytt, og tí verður nú dentur lagdur á at skunda undir leiting og egna olju- og gassframleiðslu. India hevur eisini gjørt avtalu við almenna brasilska oljufelagið um at fara undir felags leiting í India.
Hetta hendir um sama mundið sum lond, sum eitt nú Bretland vilja steðga nýggjari leiiting eftir olju og gass, tó at Bretland í dag innflytur 75 prosent av olju og gassi til tess egnu orkunýtslu.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 15. mars 2025
Tað stóð heilt nógv á seinastu løtuna, men við nógvum heilt góðum minuttum í 2. hálvleiki og ótrúligum áskoðarum vunnu Føroyar í Niðurlondum
Føroyska manslandsliðið í hondbólti hevur á fyrsta sinni vunnið ein útidyst í einari EM-høvusundankapping.
Hetta var veruleikin eftir enn ein ótrúliga spennandi dyst móti hægst styrkismetta liðið í bólkinum, Niðurlondum. Stjørnuleikarin, Luc Steins, var hesaferð við, og hóast PSG-sjørnan fekk fimm mál, so fingu Føroyar tálma honum við ymiskum verjusnildum.
Føroyski málverjin, Pauli Jacobsen, hevði nakrar stórbjargingar í fyrra helmingi av 2. hálvleiki, har Føroyar fóru frá Niðurlondum.
Hóast vertirnir hóttu leiðsluna til endans, so skoraðu føroyingar nóg mikið av málum og vardu so mikið væl fyri í avgerandi álopinum, at tað bar á mál.
Tvey søgulig og flott stig, sum kunnu senda Føroyar til EM-endaspælið í januar 2026.
Sí myndirnar frá dystinum: Hvítur og bláur sigursfagnaður í Almera
Undankappingin til EM 2026
4. umfar, sunnudagin 16. mars
Niðurlond - Føroyar 31-32 (15-15)
Ukraina - Kosovo 36-25 (18-8)
Støðan
1. Føroyar 5 stig
2. Ukraina 4 stig
3. Niðurlond 4 stig
4. Kosovo 3 stig
Nummar eitt og tvey í bólkinum fara víðari til EM-endaspælið í januar. Fýra teir bestu trý'arnir av teimum átta í undankappingini - teir sum vinna sær flest stig móti ovaru liðunum - sleppa víðari.
Allar myndirnar úr Niðurlondum
Føroysku málskjúttarnir:
Elias Ellefsen á Skipagøtu 8 mál (seks brotskøst) - toppskjútti í dystinum
Óli Mittún 6 mál
Allan Norðberg 5 mál
Hákun West av Teigum 5 mál
Ísak Vedelsbøl 5 mál
Teis Horn Rasmussen 2 mál
Tróndur Mikkelsen 1 mál
Bjargingar:
Pauli Jacobsen 9 (Dagsins spælari)
Aleksandar "Sasha" Lacok 1 (Brotskast seint í dystinum)
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 16. mars 2025
Stórt arbeiði hjá málverja og verjuni og vit skapa aftur góðar møguleikar - nú fara vit eftir sigrum í tveimum teimum seinastu dystunum eisini, staðfestir spælskiparin
Hann varð føroyskur toppskjútti í spennandi dystinum í Almere í Niðurlondum sunnudagin, har tað fyri tað mesta vóru brotskøst, sum Kiel-spælarin skoraði uppá.
Hoyvíkingurin var púra tryggur upp á øll seks skotini úr sjey metrum, og var hetta sjálvandi týðandi fyri sigurin.
Elias Ellefsen á Skipagøtu hevði eisini flest upplegg í 32-31 sigrinum, og nummar 71 setti ferð á føroyska spælið saman við systkinabarninum Óla Mittún.
- Vit merktu væl suðulin frá føroysku áskoðarunum í dag, og tað er flott at fáa trý stig í tveimum dystum móti Niðurlond.
Sí samrøðuna við Elias á Skipagøtu her
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 16. mars 2025
- Teir gjørdu allan munin. Tað var heilt forferdeligt at sita uttanfyri og hyggja seinastu løtuna, segði Ísak Vedelsbøl, sum annars spældi stóran dyst í álopi og verju
Almere, Niðurlond (Portalurin): - Eg kenni meg ógvuliga væl á hesum føroyska liðnum, og tað hongur saman við hondbóltsspælinum.
Ísak Vedelsbøl fekk sunnudagin sítt stóra altjóða gjøgnumbrot á A-landsliðsstigi. 20-ára gamli Sävehof-spælarin stóð framúr væl í føroysku miðverjuni í serliga løtum í 1. hálvleiki.
Í álopinum var strikuspælarin eitt horn í síðuna á væl eldri niðurlendingunum. Hann fangaði góðu innspølini hjá Elias Ellefsen á Skipagøtu og Óla Mittún, og var í stóran mun tryggur: Fimm av seks skotum endaðu í málinum, og Ísak vann eisini Føroyum nøkur brotsskøst.
Eftir sigurin tók tað eina løtu, áðrenn sterki strikuspælarin fataði, hvat var hent. Men Ísak sló fast, at áskoðarnir merktu alt, og at hann bert hoyrdu føroyingarnir.
Samrøðan við Ísak Vedelsbøll sæst her
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 16. mars 2025
Ukraina vann stórt á Kosovo, og tað er sum so eitt gott úrslit fyri EM-vónina hjá Føroyum. Tvey stig og innanhýsis málúrttøka skilja fremsta og aftasta liðið í bólkinum
Føroyar vunnu flottan útisigur sunnudagin og við trimum stigum móti Niðurlondum hesa vikuna, eru Føroyar á odda í bólkinum, nú tvey umfør eru eftir. Harvið er EM-plássið nú til at taka.
Eitthvørt stig í teimum báðum seinastu dystunum í mai burdi verið nóg mikið. Tá eru Kosovo (úti) og Ukraina (heima) á skránni. Munurin á stigatalvuni er annars ikki stórur, nú fýra umfør eru spæld.
Kosovo vann á Ukraina hóskvøldið, men tað er týðiligt, at liðið ikki er tað sama, tá spælt verður í “grýtuni” í Pristina. Eins og í Føroyum í november,, tapti Kosovo við ellivu málum, tá Ukraina tók ímóti í Litava.
Harvið er Ukraina nú framman fyri Kosovo og ájavnt í stigum við Niðurlond.
Støðan í bólkinum:
1. Føroyar 5 stig
2. Niðurlond 4 stig
3. Ukraina 4 stig
4. Kosovo 3 stig
Seinastu umførini síggja soleiðis:
5. umfar, hósdagin 8. mai
Ukraina - Niðurlond
Kosovo - Føroyar
6. og seinasta umfar, sunnudagin 11. mai
Føroyar - Ukraina
Niðurlond - Kosovo
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 16. mars 2025
Elias Ellefsen á Skipagøtu hevur flest upplegg og flest málstig av øllum. Óli Mittún og Hákun West av Teigum eru eisini millum 15 teir bestu málskjúttarnar. Pauli Jacobsen er nummar fýra í bjargingum
Føroyar eru nummar eitt í sínum EM-undankappingarbólki, og tað endurspeglast eisini í topp-listunum hjá EHF, sum síggjast á ehf.euro.com. Hetta er yvirlit yvir tøl fyri alla kappingina, nú fýra umfør eru spæld
Málskjúttar:
4. Elias Ellefsen á Skipagøtu 33 mál (47 skot)
9. Óli Mittún 27 mál (39 skot)
14. Hákun West av Teigum 25 mál (35 skot)
Her er tað áhugavert, at teir tríggir frammanfyri Elias eru allir úr okkara bólki: Niðurlendski vongurin Rutger ten Velde er nummar 1 (39 mál), og Ihor Turchenko og Dmytro Artemenko hjá Ukraina, sum vitja við Tjarnir 11. mai, hava ávikavist 35 og 34 mál.
- Mál uppá brotskast:
2. Elias Ellefsen á Skipagøtu 13 mál (15 skot)
- Mál í opnum spæli (uttan brotskøst):
3. Óli Mittún 27 mál
5. Hákun West av Teigum 25 mál
(Her er Elias á Skipagøtu nummar 17) Sí listan her
Hákun West av Teigum hevði nøkur brend skot í fyrstu dystunum í november, men høgri vongurin var so at siga lýtaleysur í seinastu viku. Hákun hevur í miðal beint yvir seks mál fyri hvønn dyst í undankappingini (Mynd: Sverri Egholm)
19-ára gamli Óli Mittún tekur av álvara stóra ábyrgd fyri Føroyar og hevur næstan sjey mál í miðal í undankappingini (Mynd: Sverri Egholm)
Elias Ellefsen á Skipagøtu er ovast á einum heldur keðiligum lista: Flest mistar bóltar (17 í fýra dystum).
Men so hevur nummar 71 eisini allarflest upplegg í kappingini (24) og flest málstig (57), og tað vísir, hvussu nógv Elias er á í føroyska spælinum. Hetta seinna er heili tíggju fleiri enn nummar tvey á listanum: Ihor Turchenko hjá Ukraina. Óli Mittún er eisini við á hesum báðum listunum.
Upplegg:
1. Elias Ellefsen á Skipagøtu 24 (6 í miðal)
13. Óli Mittún 12
Málstig:
1. Elias Ellefsen á Skipagøtu 57 - er beinleiðis við i beint yvir 14 málum fyri hvøn dyst
7. Óli Mittún 39 - nærum tíggju í miðal
Elias Ellefsen á Skipagøtu
Hetta vísir týdningin av føroysku profilinum úti á vøllinum. Í málinum hevur Pauli Jacobsen eisini gjørt bart - seinast í Almere har liðformaðurin gjørdist dagsins spælari.
Pauli hevur fjórðflest bjargingar í kappingini. 40 í fýra dystum merkir tíggju í miðal. 22-ára gamli hoyvíkingurin hevur staðið teir allarflestu minuttirnar.
Bjargingar:
4. Pauli Jacobsen 40 (141 skot)
Sí listan - har nógvir altjóða stórmálverjar eru rundanum
Teis Horn Rasmussen er eisini komin ovarlaga uppá ein lista. Hann er ein av tíggju spælarum, sum eru skrásettir fyri tvey blokerað skot. Hetta eru einastu hagtølini fyri verjuspælarar, sum verða víst í hesum samanhangi.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 18. mars 2025
Tey bæði stigini, sum føroyingar vunnu sær á flottan hátt í Niðurlondum sunnudagin, vóru søgulig á ymsan hátt
Tað var ikki sum ein vanligur útidystur, tí so nógvir mælskir føroyingar vóru á áskoðaraplássunum í Almere. Hetta gjørdi sjálvandi sítt, og á vøllinum spældu Føroyar ein so mikið góðan dyst móti favorittunum í bólkinum, at tað eydnaðist at vinna.
Sigurin sendi Føroyar upp á 1. plássið í EM-undankappingarbólkinum. Føroyar hava fimm stig fyri fýra dystir, og so nógv stig hevur eitt føroyskt hondbóltslið ongantíð havt í slíkari undankapping.
Stórur føroyskur fagnaður á og uttanfyri vøllin (Myndir: Sverri Egholm)
Talan var eisini um fyrsta sigurin nakrantíð á útivølli í einari EM-undankapping. Hetta var dystur nummar ellivu á útivølli í EM-høpi, síðani Føroyar fóru við aftur í slíka undankapping í 2018.
Tann allarfyrstu dysturin endaði púra óvæntað við javnleiki í Montenegro, 23. oktober í 2018. Síðani taptu føroysku menninir níggju EM-undankappingardystir á rað á útivølli, áðrenn tað bragdaði í Niðurlondum.
Harímillum vóru tveir dystir á uttanveltaðum vølli móti Ukraina. Tann seinna av hesum - í Litava í november - áttu Føroyar helst vunnið.
Óli Mittún og hinir hjá Føroyum vóru greitt á odda móti Ukraina í november, men tað eydnaðist ikki at fáa útisigurin í land (Mynd: Egin Tollaksson Kass)
Yvirlit yvir allar skrásettar landsdystir síggjast HER
Seinasti árini hava Føroyar eisini tapt tveir HM play-off dystir á útivølli. Hetta í Týsklandi og í Norðurmakedonia, har tað seinna veruliga sveið: Føroyar vóru á odda við sjey málum eftir fyrra dystin um HM-pláss.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 19. mars 2025
Koma føroysku hondbóltsmenninir til EM-endaspælið í januar, bendir alt á eina rimmar fólkaveitslu í norska høvuðsstaðnum
Hóast hondbóltsmenninir ikki enn hava tryggjað sær pláss til EM-endaspælið, so hevur ferðaskrivstovan 62N úr at gera við at taka sær av bíleggingum.
Ferðaskrivstovan setti ein pakkatúr til Oslo til sølu eftir sigurin á Niðurlondum sunnudagin, og fekk beinanvegin fleiri túsund bíleggingar.
- Vit nærkast 4000 bíleggingum. Tað koma ein ella tvær um minuttin, sigur Leivur Samuelsen, stjóri í 62N, við Dag og viku.
Dagur og vika visti eisini at siga, at Smyril Line kannar møguleikan at hava Norrønu liggjandi í Oslo sum hotelskip, dagarnar endaspælið er í januar 2026.
Føroyar eru oddalið í bólkinum og við einum stigi í tveimum teimum seinastu dystunum, er EM-plássið í øllum førum tryggjað. Hóast tað ikki er endaliga komið uppá pláss, at menninir fyri aðru ferð á rað skulu til eitt EM-endaspæl, so er staðsetingin í so fall greið: Føroyar eru settar at spæla í Noregi, sum er ein av trimum vertstjóðum, um so er.
Tað er tó ikki endaliga greitt enn, hvussu nógv atgongumerki vera tøk til føroyingar í høllini í Bærum. Unity leikhøllin í Oslo-útryðuni tekur 15.000 áskoðarar.
Føroyar spæla aftur í mai. Tá verða síðstu tveir dystirnir í bólkinum leiktir móti Kosovo og Ukraina.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 17. mars 2025
Føroyska kvinnulandsliðið í hondbólti hevur havt týðandi fyrireikingar til HM play-off dystirnar í næsta mánaði. Landsliðsvenjarin sigur, at nógv jaligt er at síggja, og at hópurin verður úttikin í komandi viku
- Talan var eina góða og virðismikla viku. Vit høvdu nakrar góðar venjingar og tveir gevandi dystir móti dreingjaliðum, har tær veruliga fekk roynt seg, í mun til fysikk og ferð.
Claus Mogensen staðfestir fyri Portalinum, at samlingin hjá kvinnulandsliðnum fyrr í mánaðinum gav nógv. Hetta vóru týðandi fyrireikingar til HM play-off dystirnar móti Litava.
Tað er óvist, um Súna Krossteig Hansen verður til reiðar til avgerandi dystirnar í apríl. Kviki bakspælaran er týðandi partur av føroyska spælinum, men hon er, eins og upp til EM, darvað av skaða.
Claus Mogensen vísir tó á, at aðrar visa seg væl fram til venjing í baketuni. Millum annað Elsa Egholm, ið hevur verið við í nøkur ár, Marita Mortensen, sum hevur nakrar sereginleikar í skotunum og Fríða Nolsøe Olsen úr VÍF. Síðstnevnda spældi við í venjingardysti í fjør, vandi við alla vikuna og er avbjóðandi í leikhátti.
Í mun til mótstøðuna í apríl, so verður talan um eitt lið, sum millum annað er kropsliga sterkt, men eisini hevur nakrar veikleikar.
- Tær koma við nógvum fysikki, og tað skulu vit megna at standa ímóti. Tí vóru tað góðar royndir móti teimum eldru dreingjaliðunum. Litava hevur nakrar dugnaligar skjúttar - millum annað ein høgra bakk - sum vit skulu vera til reiðar til. Tað sær eisini út til, at litavar ikki eru so raskar at renna aftur. Tað skulu vit gagnnýta, og tí var tað gott at síggja til venjingarnar og dystirnar, at vit vístu styrki í kontraspælinum.
Føroyar og Litava spæla við Tjarnir mikukvøldið 9. apríl. Fýra dagar seinni spæla Føroyar í Litava. Samanlagdi vinnarin fer vinnarin víðari til HM-endaspælið.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 19. mars 2025
Annika Petersen, Brynhild Pálsdóttir og Bjørk Joensen eru ikki tøkar, men Súna Hansen verður helst til reiðar. Fríða Nolsøe Olsen kann fáa sínar fyrstu kappingardystir í apríl
Hondbóltssamband Føroya kunngjørdi í gjár hvørjar 16 verða við til komandi HM play-off dystirnar móti Litava.
Málverjar:
Silja Arngrímsdóttir Müller, Valur (ÍSL)
Rakul Wardum, Ringkøbing Håndbold (DAN)
Útileikarar:
Lív Sveinbjørnsdóttir Poulsen, EH Aalborg (DAN)
Karin Egholm, H71
Anna Elisabeth Halsdóttir Weyhe, H71
Turið Arge Samuelsen, Kyndil
Pernille Brandenborg, København Håndbold (DAN)
Brynja Høj, Neistin
Bjarta Osberg Johansen, Kyndil
Elsa Egholm, H71
Jana Mittún, Viborg HK (DAN)
Maria Pálsdóttir Nólsoy, HH Elite (DAN)
Fríða Nolsøe Olsen, VÍF
Marita Mortensen, HØJ (DAN)
Súna Krossteig Hansen, Skanderborg Håndbold (DAN)
Lív Bentsdóttir Zachariasen, Ajax Købehavn (DAN)
Í mun til EM-hópin, eru Annika Fríðheim Petersen, Brynhild Pálsdóttir og Bjørk Franksdóttir Joensen ikki tøkar.
Harvið fær Silja Arngrímsdóttir Müller møguleikan, tó at Rakul Wardum allarhelst spælir flestu minuttirnar. Karin Egholm er aftur á landsliðnum sum annar høgri vongurin, meðan Fríða Nolsøe Olsen skal spæla kappingardystir á fyrsta sinni. VÍF-bakkurin var við til venjingardystir í Slovakia í fjør, og vísti seg væl fram til samlingina tíðliga í mánaðinum, staðfestir landsliðsvenjarin.
Brynhild Pálsdóttir og Súna Krossteig Hansen eftir seinasta EM-dystin. H71-vongurin hevur skaðatrupulleikar og fær ikki spælt. Súna hevur eisini verið nógv darvað av skaðum seinastu mánaðirnar, men Skanderborg-bakkurin er so í hópinum (Mynd: Sverri Egholm)
Rannvá Olsen er frávald, nú tvær á vinstra vongi eru við, og ikki tríggjar sum undanfarnu ferðir. Lukka Arge, ið eisini var við til EM, er heldur ikki á listanum.
Hetta verða seinastu landsdystirnir hjá Brynju Høj og Turið Arge Samuelsen.
Teir verða, ávikavist, heima 9. apríl við Tjarnir og sunnudagin 13. apríl í Jonava í Litava. Samlaði vinnarin kemur til HM-endaspælið í Týsklandi og Niðurlondum.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 21. mars 2025
Føroyska kvinnulandsliðið í hondbólti skal til Portugal, Montenegro og til Íslands í royndini at koma við til EM 2026
Lutakast var hósdagin um bólkabýtið til undankappingina til EM 2026.
Føroyar høvdu ikki so góð kort á hondini áðrenn - hetta tí liðið var styrkismett í niðasta styrkisbólkinum.
Portugal var ikki júst ynski úr triðja styrkisbólki; nakað sterkari enn millum annað Grikkaland. Tó er talan um land til ber at fáá úrttøku ímóti. Tað er júst móti Portugal og Íslandi, at stig skulu fáast til høldar, um tað skal eydnast at koma víðari. Ísland var tað længst styrkismetta av liðunum í næstovasta bólkinum.
Tvey tey besti liðini, umframt fýra teir bestu trý‘ararnir koma til EM 2026. Møguleikarnir móti besta liðnum í bólkinum eru avmarkaðir - hvat so lið man trekkir. Montenegro hevur øgiliga kropsliga styrki, og tað verður ein tungur útivøllur. Hinvegin er Montenegro møguliga eitt lið, sum kann skakast við Tjarnir.
Hinvegin kann Montenegro vera eitt lið, sum møguligt er at tosa við við Tjarnir.
Undankapping til EM 2026 - bólkur 4:
Montenegro
Ísland
Portugal
Føroyar
Øll liðini spæla heima og úti móti hvørjum øðrum. Undankappingin byrjar í heyst.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 20. mars 2025
Landsliðsmálverjin hevur skrivað undir nýggjan tvey-ára sáttmála við felagið í fremstu donsku deildini. - Vit varðveita ein góðan spælara - Ikki bert á vøllinum men eisini uttanfyri
Á sumri 2023 skifti Rakul Wardum til Ringkøbing Håndbold, og harvið helt føroyska málverjutalentið fram at spæla í bestu donsku deildini.
Havnarkvinnan er framvegis ungur málverji í menning, men hevur til tíðir havt stóran týdning í stigum hjá Ringkøbing, sum stríðist fyri at halda sær uppi í Kvindeligaen.
Roynda Stephanie Andersen er fyrsta val í Ringkøbing. Har er tey glað fyri sína málverjusamanseting.
Rakul Wardum og Stephanie Andersen, sum millum annað hevur eitt danmarksmeistaraheitið á baki, tosa saman undir einum leikbrái í dystinum móti Viborg fyrst í mánaðinum (Mynd: Sverri Egholm)
- Vit tryggja støðufesti á málverjuplássinum og varðveita ein góðan spælara - Ikki bert á vøllinum men eisini uttanfyri, skrivar felagið.
Tað verður eisini nevnt, at Rakul var til søguliga EM-endaspælið hjá Føroyum fyri jól. Sagt verður, at hon hevur ment seg ógvuliga væl í hesum kappingarárinum og millum annað fingið eitt "boost" vegna endaspælið. Í vestara parti av Jútlandi síggja tey stóra framtíð í 22-ára gamla føroyska málverjanum.
Rakul Wardum sigur sjálv, at hon fegnast um at framhaldandi vera við í hesum seriøsa umhvørvinum við góðu fólkunum. Rakul staðfesti í samrøðu við Portalin fyrr í mánaðinum, at "hon fer at vera har, sum hon mennir seg".
Serliga móti Sveis og við stórari brotskastsbjarging móti Kroatia, gjørdi Rakul Wardum vart við seg til EM-endaspælið (Mynd: Sverri Egholm)
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 17. mars 2025
Hetta er ordiliga stórt. Verður torført at sláa spælarar sum Brand og Hall av, men eg fari at gera mítt fyri landið, tá eg fái møguleikan
Hradec Karlove, Kekkia (Portalurin) Eftir drúgva bíðitíð kom passið og harvið rætturim at spæla fyri Føroyar loksins uppá pláss seint í fjør.
Geza David Turi varð úttikin fyrstu ferð møguleikin var - har var einki at bíða við, staðfesti Eyðun Klakstein beint eftir úttøkuna.
Hetta eisini hóast Geza er komin heldur seinni í gongd í Grimsby enn ætlað; við tað at tað tók longri tíð enn væntað at fáa arbeiðsloyvið upp á pláss.
Ungarskt føddi gøtumaðurin er tó komin inn í professionella gerandisdagin í Onglandi; hann hevur fingið fyrstu minuttirnar, og kennir seg vælkomnan.
Sí samrøðu við Geza David Turi her
Geza kann fáa sín fyrsta landsdyst í kvøld, tá Kekkia tekur ímóti í fyrsta HM-undandystinum.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 20. mars 2025
NSÍ vann 3-0 á føroyameistarunum í Sarpugerði, KÍ sigraði í Gundadali, meðan Jákup Thomsen var stóra HB-hetjan í Sørvági. TB fekk aftur stig - B68 vann á FC Suðuroy
Fult umfar í Betrideildini var á skránni sunnudagin. Talan var um 2. umfar.
Størsti dysturin í umfarinum var tann seinasti, sum var á skránni. Í Sarpugerði hevði heimaliðið, eins og í Trongisvági í 1. umfari, sínar málmøguleikar, men NSÍ vísti hvassleika og vann 3-0. Jasper van der Heyden, Klæmint Andrasson Olsen og Steffan Løkin skoraðu málini. Størsta heimatap hjá Víkingi í kappingini í tvey ár, og higartil eitt stig til føroyameistararnar.
NSÍ hevur framvegis fult stigatal, og tað hava KÍ og HB eisini. Eftir at teir báðir skoraðu aftur í dag, eru Bogi Reinert-Petersen og Páll Klettskarð javnsettir toppskjúttar í kappingini saman við Klæminti Olsen við trimum málum hvør. KÍ fekk trý mál og B36 eitt í Gundadali.
Í Sørvági kom HB beinanvegin afturum, men Dann Fróðason hjá 07 Vestur fekk reytt kort eftir ein tíma, og síðani skoraði innskifti Jákup Thomsen tvey mál.
Jákup Thomsen var stóra HB-hetjan í Sørvági (Savnsmynd: Sverri Egholm)
Á Eiði skoraðu TB og EB/Streymur tvey mál hvør. Útiliðið kom á odda tvær ferðir (Samudeen Musah og Mohammed Samba), men Meinhard Debes Geyti og Búi Egilsson, sum eru komnir úr NSÍ, skoraðu síni fyrstu mál fyri EB/Streym.
Harvið hevur TB fingið stig í báðum sínum dystum higartiil. Afturvendanin hjá FC Suðuroy til Betrideildina, sum var útsett vegna veður síðstu viku, endaði við tapi á Toftum. Nýggju menninir Martin Klein Joensen og Marjus Nón skoraðu fyri B68.
Nú er landsliðssteðgur í Betrideildini. FC Suðuroy og EB/Streymur spæla tó útsettan dyst í dag klokkan 14.30.
2. umfar í Betrideildini hjá monnum
Sunnudagin 16. mars
B36 - KÍ 1-3 (1-3)
09' 0-1 sjálvmál
13' 1-1 Bogi Reinert Petersen (Pætur Petersen)
23' 1-2 Páll Klettskarð (Hallur Hansen)
41' 1-3 Patrik Johannesen (Árni Frederiksberg)
07 Vestur - HB 1-2 (1-0)
04' 1-0 Silas Gaard
71' 1-1 Jákup Thomsen (Mathias Voss)
84' 1-2 Jákup Thomsen (Ari M. Jónsson)
EB/Streymur - TB 2-2 (1-2)
12' 0-1 Samudeen Musah (Torkil Holm)
32' 1-1 Meinhard Geyti (Jens Erik Bruhn)
36' 1-2 Mohamed Samba (Mikal Tummasarson
51' 2-2 Búi Egilsson (Boubacar Dabo)
B68 - FC Suðuroy 2-0 (1-0)
38' 1-0 Martin Klein (Marjus Nón)
74' 2-0 Marjus Nón (Bárður Jensen
Víkingur - NSÍ 0-3 (0-1)
35' 0-1 Jasper van der Heyden (Brandur Olsen)
66' 0-2 Klæmint Olsen (Jasper van der Heyden)
90' 0-3 Steffan Løkin (Petur Knudsen)
Støðan eftir 2. umfar:
1. NSÍ 6 stig
2. KÍ 6 stig
3. HB 6 stig
4. B68 3 stig
5. TB 2 stig
6. EB/Streymur 1 stig *
7. Víkingur 1 stig
8. FC Suðuroy 0 stig *
9. B36 0 stig
10. 07 Vestur 0 stig
* Ein dyst færri
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 16. mars 2025
Talan verður um eitt lokalt venjaratoymi hjá uppflytarunum, har millum annað fyribils høvuðsvenjarin, Karl Øster, heldur fram
Tað lá tað í kortunum, at Sonni Djurhuus skuldi taka yvir við Stóra. Hetta er nú kunngjørt.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 21. mars 2025
23-ára gamli áleyparin var í fjør í B36. Hann hevur spælt yvir 100 dystir í Betrideildini, og hevur nú gjørt tvey-ára sáttmála
EB/Streymur kunnger, í vikuni eftir at flytingarvindeygað læt aftur, at Gutti Dahl-Olsen er komin aftur.
Áleyparin úr Streymnesi, við ættarbondum til Haldórsvík, hevur ein skaða í løtuni, men hann verður virðismikil fyri barndómsfelagið.
Gutti Dahl-Olsen hevur gjørt tvey-ára sáttmála við barndómsfelagið, og hetta fegnast EB/Streymur um á heimasíðu sínari.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 21. mars 2025
20 spælarar eru úttiknir til UEFA Nations League dystirnar móti Moldova og Gibraltar, sum vera á Tórsvølli 4. og 8. apríl
Um tvær vikur skulu føroysku kvinnurnar aftur á vøllin í UEFA Nations League kappingini. Hesa ferð møta tær Moldova og Gibraltar á heimavølli.
Fyribils setti venjarin, Pætur Smith Clementsen, hevur kunngjørt føroyska hópin til komandi dystirnar.
Av teimum 20, ið eru boðsendar hesa ferð, er bert ein broyting í mun til seinastu úttøku. Málverjin Eyðgerð Berg úr Víkingi er komin í hópin og Valborg Østerø er ikki úttikin hesaferð.
Á nýggjasta styrkislistanum hjá FIFA eru Føroyar nummar 110, Moldova nummar 129, meðan Gibraltar í løtuni er á 185. plássi av teimum 195 londunum, sum eru á FIFA listanum.
Hópurin
Rúna Jacobsen, HB
Fridrikka Maria Klementsen, HB
Óluva Allansdóttir Joensen, KÍ
Birita Ryan, KÍ
Durita Hummeland, KÍ
Eyðvør Klakstein, KÍ
Malena Olsen, KÍ
Tórunn Højgaard Joensen, KÍ
Sanna Svarvadal, KÍ
Jancy Mohr, KÍ
Julia Naomi Mortensen, NSÍ
Sara Samson Lamhauge, NSÍ
Heidi Sevdal, NSÍ
Eyðgerð Berg, víkingur
Jensa Tórolvsdóttir, Víkingur
Anna Katrina Mikkelsen, Víkingur
Rakul Sørensen, Víkingur
Ásla Johannesen, Piteå IF (Svøríki)
Anna Brændstrup, HB Køge (Danmark)
Petra Hoydal, AaB (Danmark)
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 21. mars 2025
Hóast tvey tepur tap, stóðu føroysku genturnar seg væl í EM undankappingini í Litava
FSF: – Vit vóru rættuliga skuffaðar eftir dystin móti Litava. Fyrri hálvleikur var góður, men megna tíverri ikki at koma út til seinna hálvleik við sama ágrýtni, og í staðin kemur Litava meir inn í dystin. Vit ætlaðu okkum heilt víst tey trý stigini, men stóðu eftir við ongum. Eisini iðra vit okkum um, at tað ikki eydnaðist at fáa meira burtur úr ímóti Írlandi. Men soleiðis er fótbóltur viðhvørt, og nú ræður um at taka tað góða við til næstu avbjóðing, sum er EM endaspælið í mai mánað.
Tað sigur Eyðvør Jakobsen, venjari hjá U17 fótbóltslandsliðnum við gentum, ið seinastu dagarnar hevur tikið lut í EM undankapping í Litava.
Fyrri dysturin, sum var ímóti Írlandi, gjørdist serligur og ógvuliga málríkur. Úrslitið gjørdist 6-4 til Írland, sum longu eftir 20 minuttir var á odda 3-0. Støðan bleiv eisini 4-1, men tá ein lítil tími var spældur stóð á jøvnum 4-4. Føroysku málskjúttarnir vóru Sara Benjaminsen, sum skoraði tvær ferðir, og Karla Sjóstein og Sigrið Hansdóttir.
Seinni dysturin var móti Litava, sum í allar seinastu sekundunum vann 4-3. Føroyar komu annars á odda 1-0 og 2-0 við málum frá Káru Sigurðsson og Saru Benjaminsen. Miðskeiðis í seinna hálvleiki javnaðu litavar til 2-2, men tá fáir minuttir vóru eftir at spæla skoraði Kára Sigurðsson sítt annað mál, og legði Føroyar á odda 3-2.
Men tríggjar minuttir fyri leiklok stóð aftur á jøvnum, og tá seks minuttir vóru spældir út yvir vanligu leiktíðina, floytaði dómarin fyri brotssparki til Litava, sum soleiðis endaði við at vinna 4-3 á Føroyum.
– Nú skulu vit fyrireika okkum væl til EM endaspælið, sum verður eitt heilt annað slag av mótstøðu. Vit fara sjálvandi at gera okkara allar besta, og vónandi koma nógvir áskoðarar at hjálpa til, tí tað fáa vit heilt sikkurt brúk fyri, sigur Eyðvør Jakobsen við heimsíðuna hjá FSF.
Umframt Føroyar sum vertstjóð, hava Spania, Frakland og Italia umvegis undankapping tryggjað sær pláss í EM endaspælinum.
Hvørji hini fýra londini verða, verður greitt næstu dagarnar. Úr bólki A4 verður tað annaðhvørt Poland ella Sveis, í bólki A5 stendur kappingin ímillum Niðurlond, England og Svøríki, og úr bólki A6 verður tað antin Portugal ella Noreg. Síðsta plássið í endaspælinum fer til Eysturríki, Danmark, Týskland ella Kosovo, sum eru londini í bólki A7.
EM endaspælið verður í Føroyum frá 4. til 17. mai.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 16. mars 2025
Javnbrótari skuldi til fyri at finna vinnaran í fyrstu FM finaluni hjá kvinnum, sum varð millum SÍ og Fleyr á Giljanesi hóskvøldið
Hotel Djurhuus-deildin - 1. FM-finalan:
SÍ – Fleyr 2-3 (25-17, 21-25, 25-27, 25-21, 13-15)
Javnbrótari skuldi til fyri at finna vinnaran í fyrstu FM finaluni hjá kvinnum, sum varð spæld á Giljanesi hóskvøldið. Í dag verður onnur finalan, og vinnur Fleyr aftur tá, er Fleyr føroyameistari. Vinnur SÍ, so verður ein triðja og avgerandi finala spæld á Giljanesi.
Eftir at Fleyr hevði verið á odda fyrstu løtuna í fyrsta setti, vann SÍ fimm stig á rað og legði seg á odda 16-10, og Fleyr tóktist vera um ein háls, og brátt hevði SÍ vunnið 25-17.
Gongdin í øðrum setti var nakað tann sama, men við øvutum forteknum. SÍ var á odda fyrsta partin av settinum, men so hvørt sum blokkurin hjá Fleyr styrknaði, komu stigini eisini til teirra, og Fleyr fór frá 8-10 upp á 16-12. SÍ svaraði tó aftur og javnaði til 18-18 og 20-20, tá Fleyr aftur fekk yvirtakið og vann settið 25-21.
Triðja settið var púra javnt, og liðini skiftust um at vera á odda, men ongantíð við meira enn tveimum. Soleiðis gjørdist støðan 23-23, tá Fleyr fekk settbólt. SÍ yvirlivdi og fekk sín egna settbólt við støðuna 25-24, men Fleyr svaraði aftur og vann næstu tríggjar bóltarnar og settið 27-25.
Fjórða sett má fyrst og fremst kallast margháttligt. SÍ var aftanfyri 3-5, men vann 12 stiga á rað og legði seg á odda 15-5. Tá átti ikki spenningur at komið í aftur, men løtu seinni var javnleikur 17-17. Støðan bleiv eisini 20-20, tá ið SÍ gjørdi bart og vann settið 25-21 við blokki frá Saritu Mariu Lorenzen.
SÍ fekk flúgvandi byrjan í javnbrótaranum og legði seg á odda 5-2 og 9-6. Tá Fleyr nærkaðist, svaraði SÍ aftur og legði seg á odda 11-8. Men Fleyr bardist framvegis og javnaði til 13-13. SÍ tók leikbrá, men tað steðgaði ikki Fleyr, sum fekk dystarbólt, og hann vann Fleyr við serviessi frá Anju Danielsen.
Skal SÍ verða føroyameistari, so skal SÍ gera tað sama sum Dráttur gjørdi í fjør, tí Dráttur varð fyrsta lið nakrantíð at gerast føroyameistari, eftir ikki at hava vunnið fyrsta finaludystin. Tað slagið fer at standa í Høllini á Hálsi í dag klokkan 13 tá Fleyr og SÍ aftur møtast.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 20. mars 2025
Hotel Djurhuus-deildin: TB – Fleyr 1-3 (25-18, 12-25, 12-25, 21-25)
Við 3-2 sigri á TB undanfarna sunnudag klintraði Mjølnir upp á eitt fyribils bronsupláss í sínum síðsta dysti í landskappingini, men framvegis høvdu bæði KÍF og TB møguleika at taka bronsuna frá teimum aftur, men til tað kravdist sigrar á ávikavist SÍ og Fleyr.
Mánakvøldið gav KÍF SÍ skarpan gang í Kollafirði, men endin var, at KÍF tapti javna dystin 0-3 (23-25, 24-26, 23-25).
Leygardagin spældi so TB ímóti Fleyr í Trongisvági fyri sínum møguleika, har kravið var ein sigur, um bronsan skuldi fáast til høldar. Vónin fyri bronsuni vaks, tá TB legði seg á odda 10-5 í fyrsta setti, men fimm bóltar seinni hevði Fleyr javnað til 10-10. TB svaraði tó aftur og dró so líðandi frá og legði seg á odda 22-16, áðrenn settið var vunnið 25-18.
Í øðrum setti gekk tó av skriðuni hjá TB. Fleyr legði seg á odda 5-0, áðrenn TB vann tríggjar bóltar, men eftir sjey stig á rað fór Fleyr fram um 13-3, og so var tað settið mestsum avgjørt, áðrenn tað næstan var byrjað. Gongdin var tann sama í triðja setti, har Fleyr aftur legði seg á odda 5-0, og hóast TB bardi seg upp á 6-9 og 9-12, dragnaði aftur millum liðini, og Fleyr vann 25-12.
Vónin hjá TB var kortini ikki sløknað, og sum so hevði tað ikki týdning, hvussu nógv sett Fleyr hevði vunnið, tí TB skuldi bara vinna síni trý, og við tí í huga bardist TB fyri síni søk í fjórða setti og fylgdi væl við og legði seg eisini á odda 16-15. Fleyr togaði seg tó framumaftur, og eftir at TB hevði minkað um munin niður í 21-22, vann Fleyr næstu trý stigini og settið 25-21.
Og so fór bronsan allan vegin norður til Klaksvíkar.
Fyrr á degnum vann SÍ 3-0 á Drátti. Settúrslitini vóru 25-10, 25-9 og 25-14. Úrslitið av sjálvari landskappingini gjørdist sostatt henda:
SÍ 39 stig
Fleyr 22 stig
Mjølnir 21 stig
TB 20 stig (settmunur -4)
KÍF 20 stig (settmunur -7)
Dráttur 0 stig
Nrummar 1 og 2 í Hotel Djurhuus-deildini, SÍ og Fleyr, skulu nú spæla finalur - best av trimum - um føroyameistaraheitið.
Fyrsta finalan varð spæld hóskvøldið á Giljanesi hóskvøldið. Onnur finalan verður í høllini á Hálsi í dag kl. 13.
Vinna liðini hvør hvør sín dyst – sama hvat settmunurin er – verður ein triðja og avgerandi finala spæld í høllini á Giljanesi (SÍ hevur valt Giljanes til heimavøll, tí lítla høllin í Sørvági ikki er góðkend til finaludystir).
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 16. mars 2025
Polestar-deildin - 2. FM-finalan: Mjølnir – SÍ 3-1 (26-24, 25-22, 13-25, 31-29)
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 21. mars 2025
Polestar-deildin - 1. FM-finalan: SÍ – Mjølnir 3-1 (25-23, 13-25, 25-23, 26-24)
Eftir at SÍ hevði vunnið fyrsta sett 25-23, tók Mjølnir yvir og næstan flongdi SÍ í øðrum setti, har serliga Phil Freere var flúgvandi.
Mjølnir var eisini omaná í triðja setti og legði seg á odda 19-15, 22-17 og 23-18. Men SÍ kom afturíaftur sum eitt óløgi og við høgum servitrýsti frá Mileta Vesovic, vann SÍ tað sum eftir var og settið 25-23.
Gongdin var tann sama í fjórða setti, har Mjølnir var á odda 23-19, men SÍ javnaði til 23-23. Mjølnir fekk tó settbólt, men SÍ hóraði undan og vann ístaðin settið 26-24 og dystin 3-1.
Onnur FM-finalan hjá monnunum varð spæld í Klaksvík í gjárkvøldið.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 20. mars 2025
Havnarkvinnan setti eisini tvey føroysk met til DM í olympiskari vektlyfting farna vikuskiftið
Eftir gull og silvur til Niels Áka Mørk fyrra degnum skuldi Maibrit Reynheim Petersen royna seg á seinna degnum til DM í olympiskari vektlyfting.
Illa kann sigast annað enn, at tað gekk framúr væl.
Føroya Styrkissamband skrivar, at í -76 kg bólkinum var danska Laura Vest Tolstrup stórfavorittur, og hon livdi eisini upp til hetta, tá hon vann kappingina sannførandi. Men dysturin um silvurmerkini var sera harður.
- Her hevði Maibrit munin eftir fyrra partin av kappingini, tá hon megnaði at lyfta 87 kilo í trekk, og er hetta bæði persónligt og føroyskt met.
Føroyski lyftarin, sum er búsitandi í Keypmannahavn, fekk fleiri heiðursmerki Í vend & stoyt gekk eisini sera væl. Her er persónliga metið hjá Maibrit 105 kilo, og á degnum megnaði hon at lyfta 104 kilo. Hon gjørdi eisini eina roynd við 108 kilo, men hetta gekk akkurát ikki.
Talan gjørdist sostatt um bronsumerki í seinna partinum av kappingini, og samanlagt gjørdist talan eisini um bronsu, tá Maibrit var eitt kilo frá silvurvinnaranum í samlaðu støðuni.
- Við 191 kilo samanlagt setti Maibrit eisini føroyskt met í tvídystinum, og hetta undirstrikaði aftur eitt sera gott vikuskifti fyri føroyska vektlyfting, har vit enn einaferð undirstrikaðu, at bestu føroysku lyftararnir eisini teljast millum teir bestu í ríkinum, staðfestir Føroya Styrkissamband at enda.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 19. mars 2025
Eitt gull og eitt silvurmerki varð føroysk úrtøkan í DM í vektlyfting leygardagin. Eisini setti Niels Áki Mørk nýggj donsk met í trekk og í tvídysti
Farna vikuskiftið varð kappast um danska meistaraheitið í olympiskari vektlyfting.
Kappast varð í Fredericia, og leygarmorgunin skuldu Niels Áki Mørk og Pól Hendrikur Andreasen royna seg. Teir kappast í ávíkavist -61 og 67 kg bólkunum.
Niels Áki var einasti íðkarin í sínum vektflokki, so gullið kravdi bara tvey góðkend lyft, men fyri tað ber til at kappast móti sær sjálvum. Og tað gjørdi Niels Áki eisini. Við 96 kg hevði hann longu undan kappingini danska metið, men hetta varð sligið tvær ferðir leygarmorgunin. Eftir eitt innleiðandi lyft á 94 kilo, syfti Niels Áki fyrst 97 og síðani 101 kilo upp um høvd, og so var danska metið væl og virðiliga undirstrikað.
Hjá Pól Hendriki var um at ganga galið í fyrra partinum av kappingini. Hann fekk ikki strekt albogarnar rætt í tveimum teimum fyrstu royndunum, men triðju ferð eydnaðist at fáa 90 kilo upp um høvd, sum gav honum silvurmerki í trekk-partinum.
Tá soleiðis er, er trýst á lyftaranum. Skuldi triðja royndin eisini miseydnast, var Pól ikki longur partur av samlaða tvídystinum, men hetta eydnaðist so tíbetur.
Tá vend & stoyt var á skránni, lyfti Niels Áki 111 kilo í fyrstu royndini, og so varð farið eftir danska metinum, sum er 117 kilo. Áður hevur Niels Áki lyft 122 kilo, men tá hevur vektin verið ov høg til -61 flokkin. Men á degnum eydnaðist hetta ikki. Í seinastu royndini kom vektin upp um høvd, men armarnir vóru ikki strektir, og so telur lyftið ikki. Í tvídystinum fekk Niels Áki sostatt 212 kilo, og er hetta eisini danskt met.
Hjá Pól Hendriki gekst betur seinna partin av kappingini. Hann royndi seg við 109, 112 og 116 kilo, og øll trý lyftini vórðu góðkend. Tað rakk akkurát ikki til gullið í hesum partinum av kappingini, og talan gjørdist soleiðis um trý silvurmerki til Pól Hendrik.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 16. mars 2025
Í ár verða 60 pør, sum spæla við í Tórshavnar Bridgefestivali. Helvtin av teimum 60 pørunum eru útlendingar – flestu úr Íslandi
Hendur og heilar skulu arbeiða væl saman, tá stóri bridgefestivalurin verður í Havn um vikuskiftið.
Í ár verða 60 pør, sum spæla við í Tórshavnar Bridgefestivali, sum er nógv størsta bridgekapping í Føroyum, og einasta afturvendandi altjóða kapping her. Helvtin av teimum 60 pørunum eru útlendingar – flestu úr Íslandi.
Høvuðskappingin er fríggjakvøldið og leygardag í Dansifrøi í Havn. Tá vera spæld umleið 100 spøl – í miðal brúka bridgespælarar einar sjey minuttir um hvørt spælið. Kappingin er skipað, sum parakapping, so endaligi vinnarin verður tað parið, hevur brúkt hendur og heila skilabest. Og avbjóðingin er tann sama hjá øllum, tí kortini eru blandað frammanundan, og øll sleppa at royna seg við somu kortum.
Enn hevur einki føroyskt par vunnið kappingina. Men Bogi Simonsen hevur vunnið fleiri ferðir, saman við útlendskum spælarum. Í ár spæla Bogi Simonsen og íslendingurin Bjarni Hólmar Einarsson saman. Teir hava vunnið kappingin tríggjar ferðir.
Áskoðarar eru vælkomnir at vitja og seta seg við eitt borð at hyggja. Hóskvøldið var upphitingarkapping í Bridgehúsinum og sunnukvøldið er ein stutt endakapping.
Endurbøtandi ferðavinna
Í ferðavinnuhøpi verður nógv tosað um regenerativa ferðavinnu ella endurbøtandi ferðavinnu, har endamálið er at tey ferðandi hjálpa til at gera staðið tey vitja betri á ein hvønn hátt. Hetta sleppa útlendsku gestirnir eisini at gera á Bridgefestivalinum.
Í samstarvi við Skógrøkt landsins fara teir 120 bridgespælararnir at hjálpa at klippa og gera klárt at seta einar 500 stiklingar av føroyskum pálmapíli niður.
Hetta er partur av arbeiðinum hjá skógrøktini at fáa viðavøkstur aftur í Føroyum, og vera hesi stiklingar settir niður í næstum.
Føroya Bridgesamband saman við Jákupi Sørensen skipa fyri Tórshavnar Bridgefestivali, sum hevur verið síðani 2019.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 20. mars 2025
Fyrrverandi olympiski svimjarin úr Simbabvi er fyrsta kvinnan, fyrsti persónur úr Afrika og higartil yngsti persónurin at verða valdur til IOC-forseta – Hon avloysir týska Thomas Bach, sum hevur verið forseti í altjóða olympisku nevndini síðan 2013
Hósdagin varð nýggjur forseti í Altjóða Olympisky Nevndini (IOC) valdur. Tað verður Kirsty Coventry úr Simbabvi, sum avloysir týska Thomas Bach, sum hevur verið IOC-forseti síðan 2013.
Kirsty Coventry, sum er fyrrverandi olympiskur meistari í svimjing og núverandi ráðkvinna við ítrótta- og listamálum í Simbabvi, verður 10. IOC-forsetin í røðini.
Hon er fyrsta kvinnan og fyrsti persónur úr Afrika at gerast forseti í IOC. Coventry er 41 ára gomul, og sostatt verður hon eisini yngsti IOC-forsetin nakrantíð, skriva altjóða miðlar.
– Eg eri fult tilvitað um mína ábyrgd sum fyrimynd, sigur Kirsty Coventry, sum heldur, at framtíðin hjá olympisku rørsluni er bjørt.
Coventry var eitt av sjey valevnum, sum bjóðaðu seg fram. Hon fekk 49 av 97 møguligum atkvøðum. Nærmasti kappingarneyti hennara var sonur fyrrverandi spanska IOC-forsetan, Juan Antonio Samaranch, sum ber sama navn sum faðirin.
Atkvøðubýtið sá soleiðis út:
Sebastian Coe, Bretland - 8
Feisal Al Hussein, Jordan - 2
Kirsty Coventry, Simbabvi - 49
Johan Eliasch, Sveits - 2
David Lappartient, Frakland - 4
Juan Antonio Samaranch, Spania - 28
Morinari Watanabe, Japan - 4
Hesi hava verið IOC-forsetar síðan olympisku leikirnir vórðu endurstovnaðir í 189:
1894-1986: Demetrius Vikelas, Grikkaland
1896-1925: Pierre de Coubertin, Frakland
1925-1942: Henri de Baillet-Latour, Belgia
1942-1952: Sigfrid Edström, Svøríki
1952-1972: Avery Brundage, USA
1972-1980: Mochael Morris, Írland
1980-2001: Juan Antonio Samaranch, Spania
2001-2013: Jacques Rogge, Belgia
2013-2025: Thomas Bach, Týskland
2025- : Kirsty Coventry, Simbanvi
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 20. mars 2025
- Vit øll mistu ein týðandi persón, ein góðan vinmann, trúfastan viðhaldsmann, hjálparfólk, frásøgumann og undangongumann
Sunnumorgunin 16. mars gjørdist ein sorgarfullur dagur.
Vit øll mistu ein týðandi persón, ein góðan vinmann, trúfastan viðhaldsmann, hjálparfólk, frásøgumann og undangongumann. Tað eru mong orð, sum kunnu lýsa kæra Hans Jacob — men orðini eru fátøk í hesum døgum.
Góði Hans Jacob, tú vart altíð klárur við eini hjálpandi hond á Eiðinum. Altíð jaligur, blíður, orkuríkur og altíð vart tú við til at skapa eitt gott og trygt umhvørvi fyri øll rundan um teg. Tú vart ein, ið felagið altíð kundi líta á, altíð kundi biðja um eina hjálpandi hond, og tín góði hugburður smittaði okkum øll.
Himmalin er vorðin eina bjarta stjørnu ríkari, men vit øll sita fátøk eftir. Saknurin verður ómetaliga stórur, og eitt stórt tómrúm liggur eftir her á foldum. Men bólturin fer framvegis at rulla á Eiðinum, og vit vita, at tú fylgir við, tá dystirnir verða spældir. Tú verður altíð ein partur av okkara felag.
FC Suðuroy vil takka tær, Hans Jacob, fyri alt tú hevur gjørt fyri felagið. Títt trúfesti, hjálpsemi og tín eldhugi hava sett varandi spor, og tú hevur verið ein týðandi partur í felagnum. Tú hevur verið ein, sum vit øll hava havt gleði av, og sum vit fara at sakna ómetaliga nógv.
Góðu Arnleyð, Durita og Barbaru — tit hava mist tykkara kæra mann og pápa. Vit biðja, at Harrin má styrkja tykkum í sváru sorgini. Vit standa saman við tykkum og senda tykkum okkara djúpastu samkenslu.
Æra verið minni um kæra Hans Jacob Hjelm.
Takk fyri alt.
Við takksemi og djúpari sorg,
FC Suðuroy
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 18. mars 2025
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald