Lat aftur Yvirlit list articles in edition

Leygardagur 24. mai 2025 | Nr. 21 | Árgangur 6 | Kr. 0,00

Tari úr Kaldbak tryggjar jarðberini í Kalifornia

SíÐa 2

1 Leygardagur 24. mai 2025

Góðan lesihug og góða bátastevnu

Nýggj útgáva hvønn leygarmorgun kl. 7

Oddagrein

Samgongan hongur ikki saman

Friður fall yvir politiska landslagið í hesi vikuni eftir ein hektiskan mánadag har løgtingsmeirilutin saman við landsstýrinum, eftir umhugsanartíð í nakrar vikur, samdist um at leggja bæði Suðuroyartunnil og ætlaða hækking av pensjónsaldri til viks í óasetta tíð.

Tað kom eitt sindur óvæntað, tí vit høvdu ein varhuga av, at løgmaður og størsti partur av ridlandi samgonguni vóru stálsett upp á at skumpa tunnilsprojektið í gongd, uttan at kósin var sett í kortið frammanundan og ei heldur undirtøka tryggjað.

Tí allarhelst var tað meiriluti á tingi fyri uppskoti løgmans, hóast mongu ivaspurningarnar, sum ikki vóru svaraðir.

Tað tykist sum løgmaður, ið var tann einasti, sum – aftur at tunnilsstjóranum – stóð sum verji av tunnilsætlanini, ikki var nóg fyrireikaður. Hann megnaði ongantíð at leggja eina trúverduga grundgeving á borðið fyri hví suðuroyatunnilin fyri alt í verðini skuldi koma upp í Skarvanesi við øllum teimum avbjóðingum, sum hetta hevur við sær.

Heldur ikki tyktist hann vera fyrireikaður upp á, at tað kundi koma so dygg mótstøða móti náttúruoyðileggingini, sum uppskotið legði upp til.

Tá var tunnilsstjórin meira ærligur: Hatta var einasta loysnin, sum er fíggjarliga møgulig.

Harvið kundi ein lættliga fáa ein illgruna um, at okkurt lusk var uppií. At tað vóru onkur viðurskifti, sum ikki vórðu fult upplýst og allir møguleikar ikki troyttir.

Og tað vóru hesi viðurskifti, sum forpurraðu verkætlanini í síðsta enda til stóra iðran fyri flestu suðringar, sum annars høvdu fingið eina fatan – eina vón – um, at eitt fast samband við meginøkið var í eygsjón.

Mánadagurin avdúkaði, at vantandi stev er í samgongusamstarvinum. Her høvdu tey tvey mál – pensjónsmálið fyri Framsókn og suðuroyatunnilin serliga fyri Javnaðarflokkin – sum kundu givið samgonguflokkunum eitt sindur av hart tiltrongdum undanvindi aftur, og kundi givið einum størri parti av Føroya fólki eina fatan av, at hesir flokkar megna at stjórna landinum.

Men tað eydnaðist ikki. Tað er bert hálvtannað ár til valskeiðið rennur út, og vit vita, at tað sjáldan eru líkindi fyri at fáa stórmál ígjøgnum, teir seinastu 18 mánaðirnar av einum valskeiði, serliga tá stevið í samgonguni er vánaligt.

Andstøðan gerst, hvønn dag sum gongur, alt minni áhugað í at hjálpa við til at tryggja ein meiriluta, tí hennara fremsta mál nú, er at fáa enda á elendigheitini, so nýval kann útskrivast.

Seinast Aksel V. Johannesen sat sum løgmaður, brúkti hann ólavsøkurøðu sína til at skriva út løgtingsval, men tað var eisini í seinastu løtu, tí valskeiðið var við at verða runnið. Á ólavsøku í ár er framvegis eitt ár og fýra mánaðir eftir. Um stevið í samgonguni veruliga er so vánaligt, sum nógv bendir á, so kundi tað kanska verið gagnligt at skriva út nýval á ólavsøku.

SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

  • Blaðið

    Stovnað 2020

    Útgevari: Knassar

    Upplag: 1502

    Lisnar síður: 4532

    Dagført 10. hvørt sekund
  • Samband

    tel. 20 80 80

    [email protected]



    Ingi Samuelsen

    Redaktørur

    [email protected]

    tel. 22 22 73


  • Borgar Kristiansen

    Lýsingarráðgevi

    [email protected]

    tel. 23 66 01

2
Leygardagur 24. mai 2025

Tari úr Kaldbak tryggjar jarðberini í Kalifornia

Føroyska alifyritøkan Ocean Rainforest, sum byrjaði við einum tanka um at framleiða taraskógir, sum kundu hjálpa til at basa veðurlagsbroytingum, hevur keypt fyritøku í Meksiko. Komandi árini skal fyritøkan framhaldandi vaksa um virksemið, men tølini á botnlinjuni skulu eisini gerast positiv innan stutta tíð

Tey heysta tara í Funningsfirði (Mynd: Ocean Rainforest)
SkrivaÐ:

Regin Winther Poulsen

Kaldbak var ein av seinastu bygdunum á Streymoynni at fáa vegsamband við høvuðstaðin. Hóast bygdin, har 255 fólk búgva sambært Hagtalsgrunninum, í dag er eitt hanagleiv frá Havnini, var tað ikki altíð støðan. Vegurin til Havnar lat ikki upp fyrr enn í 1980, trý ár eftir at bygdin var vorðin partur av høvuðsstaðarkommununi. Men hósat Kaldbak hevur havt beinleiðis vegsamband við høvuðsstaðin í meira enn 40 ár, kenna flestu føroyingar helst bygdina einans úr frástøðu, tá koyrt verður til ella úr Havnini hinu megin fjørðin.

Men seinastu árini hevur vegurin til Kaldbaks verið brúktur av einari av mest nýskapandi fyritøkunum í landinum, Ocean Rainforest, sum alir tara í Føroyum og kring heimin. Tá forsetin í Evropa Samveldinum, Ursula Von der Leyen, vitjaði oyggjarnar fyri einum ári síðani, løgdu hon og danski forsætismálaráðharrin leiðina til virkið í Kaldbak saman við løgmanni og landsstýrismanninum í uttanríkismálum. Fyritøkan hevur eisini hálað føroyskar og útlendskar granskarar til Kaldbaks at arbeiða, millum annað tí hon hevur fingið stóran verkætlanarstuðul úr evropeiska granskingargrunninum, Horizon Europe.

[object Object]Ólavur Gregersen, stjóri í Ocean Rainforest (Mynd: Ocean Rainforest)

Og tá Ólavur Gregersen, stovnarin av fyritøkuni, kom á skrivstovuna um miðan februar fyrr í ár, var hann júst komin heim av ferð í USA, har fyritøkan eisini hevur framleiðslu og skrivstovu. Við sær hevði hann spennandi tíðindi: Føroyska fyritøkan hevði keypt meirilutan í meksikansku fyritøkuni Alamarsa, sum alir tara og framleiðir vøru til eitt nú landbúnaðin í Meksiko.

“Vit hava lagt okkum eftir seinasta árið at fara inn á marknaðin, sum selur gróðurevni til landbúnaðin,” greiðir Ólavur frá í fundarhølunum í Kaldbak. Á borðinum stendur eitt lítið úrval av nøkrum vørum, sum fyritøkan framleiðir til landbúna. Ein av fløskunum hevur eina gulliga sevju, ein onnur er full í tjúkkari grønari vesku, meðan ein pakki hevur pulvur av turkaðum tara. Ólavur peikar á eina fløsku og greiðir frá, at hon inniheldur laminarin, eitt evni í brúnum tara.

[object Object]

Ein natúrligur soppatýnari

“Hetta er eitt produkt, sum vit gera í Kaldbak, og sum vit draga úr taranum við sitrónsýru. Tá hetta evnið verður sproytað á plantur, forðar tað fyri, at soppur veksur á eitt nú berum,” greiðir hann frá og leggur afturat, at tey halda seg kunna minka um nýstluna av kunstigum tøevnum við upp til 30 prosentum, samstundis sum framleiðslan av teirra vørum kostar minni í CO2 framleiðslu.

“Hettar er ein natúrligur soppatýnari, sum einans verður framleiddur úr aldum tara úr Føroyum. Og tað er ein vøra, sum vit vænta okkum nógv av í Kalifornia og Meksiko,” greiðir Ólavur frá. Ítøkiliga leggur fyritøkan, sum framleiðir taraskógir í Føroyum, seg eftir at framleiða til hágóðsku landbúna í Kalifornia, har bóndur til dømis heysta jarðberð og mandlur. “Vit bíða eftir góðkenningum at selja nú, og fara at leggja dent á marknaðin í USA og Meksiko fyrst, men vit vilja eisini selja til ES marknaðin.”

[object Object](Mynd: Ocean Rainforest)

Byrjaði við einum dreymi at basa veðurlagsbroytingum

Tankarnir um Ocean Rainforest byrjaðu ikki við vanligum vinnuhugskotum, men við einum hugskoti um at gera mun. Tá Ólavur Gregersen fór í holt við Ocean Rainforest í 2010 var tað tí, at hann gjørdist varugur við, at tað kann verða við til at basa veðurlagsbroytinum. Eins og frumskógurin upptekur kolsvísúrni og framleiðir kolvetni, kunnu taraskógir ígjøgnum fotosyntesu upptaka stórar mongdir av kolvísúrni.

Talan var um nýggjar tankar í Evropa, tí meðan lond sum eitt nú Japan, har tari er inngrógvin partur av matmentanini, hevur fleiri stórar taraalarar, var so at siga onki tílíkt virksemi í Evropa ella USA. Og av tí sama er Ocean Rainforest upp á tíggju ár blivin ein av leiðandi fyritøkunum innan gransking og aling av tara í vesturheiminum.

Men fyri at fyritøkan skuldi koma til eitt stað, har hon gevur yvirskot, skuldi nógv gransking og menning til.

“Vit kunnu ikki bara taka taran úr sjónum, turka hann og so selja. Vit mugu hava eina viðgerð, sum tekur tey evnini úr taranum, sum hava eina jaliga ávirkan á vøkstur. Fyri at gera tað krevst ein ávís vitan. Og fyri at kunna selja taran, mugu vit prógva, at vøran hevur eina ávirkan. Tað gera vit við at fara til bóndur og bjóða okkum at kanna okkara vøru samanborið við kappingarneytar. Tað hava vit gjørt seinastu tvey árini við góðum úrslitum,” greiðir Ólavur frá.

Fyri at røkka hugsjónunum, hevur Ocean Rainforest frá byrjan arbeitt við granskingargrunnum og við at fáa fatur á stórar íleggjarar úti úr heimi. Og millum íleggjararnar í fyritøkuni er eitt nú Builders Vision, ein íløgufyritøka, sum var stovnað av amerikanska milliardinginum, Lukas Walton, ið er abbasonur stovnaran av risastóru handilsketuni, Walmart.

[object Object]ES-nevndarforkvinnan á vitjan í Kaldbak (Mynd: Ocean Rainforest)

Ólavur greiðir frá, at talan hevur verið um sokallaðar impact investors ella íløgufólk, sum vilja gera mun, og tí veita tolnari kapital enn vanlig íløgufeløg. Men hóast hesi íløgufeløg geva longri snór enn vanligt, skal Ocean Rainforest næstu árini hava yvirskot.

Føroyski luturin í felagnum hevði eitt undirskot á meira enn 19 milliónir í 2023, men Ólavur greiðir frá, at tey rokna við at røkka einum lítlum yvirskoti í 2026, og at tey hava eina ítøkiliga ætlan um hvussu virðið á fyritøkuni skal fleirfaldast næstu fimm árini.

“Vit hava arbeitt øgiliga nógv sum ein granskingar- og menningarfyritøka, men nú skulu vit koma har til, at vit selja vørur og tjena okkara egnu pengar. Nú koma vit inn í eina fyritøku í Meksiko, ið longu hevur kundar. Men vit hava eina trúgv upp á marknaðin í Kalifornia,” greiðir Ólavur frá.

Hava skapt virðirøking í Føroyum

Tá Ólavur fór í gongd við Ocean Rainforest vóru helst tey, ið hildu ætlanina vera garvilla. Tílík vinna er ikki vanlig í Føroyum, og stovnarin er tilvitaður um, at nógv fólk helst hava flent eftir honum.

“Eg eri íverkseti og eg helt at hugskotið um at framleiða ein biomassa úr sjónum bara við sólorku og teimum natúrligu føðsluevnunum, sum eru í sjónum og at brúka hesar vørurnar ístaðin fyri vørur, sum verða framleiddar úr fossilum brennievnum, vera so gott, at tað mátti vera ein marknaður fyri tí,” greiðir Ólavur frá. “Tað sum eg altíð vendi aftur til er spurningin, um hattar hugskotið har enn heldur. Og tað ger tað,” sigur hann og leggur afturat, at hann gevur sær ikki far um, hvat onnur fólk halda.

“Sjálvandi eru tað fólk sum flenna og halda meg vera øran,” sigur Ólavur, men siterar skemtiliga eitt kent orðafelli: “Fyrst ignorera tey teg, so flenna tey at tær, so mótarbeiða tey tær… Og so vinnur tú.” Hann skundar sær at leggja afturat, at tað eru nógv viðurskifti, ið gera Føroyar væl egnaðar til íverksetan. Føroyskar fyritøkur, sum eitt nú Vónin hava vístu tolni, tá rokningarnar í byrjanini skuldu gjaldast og at Bakkafrost hevur latið fyritøkuna ala á teirra firðum.

[object Object]
(Mynd: Ocean Rainforest)

“Eg haldi at fólk, sum arbeiða í føroysku vinnuni vilja gjarna hava at tað skal eydnast,” greiðir hann frá og leggur afturat, at føroyingar hava ein hugburð um altíð at finna loysnir og ikki geva upp, um alt ikki riggar umgangandi og tað er ein stór styrki innan íverksetan.

Stjórin á Ocean Rainforest leggur eisini dent á, at fyritøkan hevur skapt virði í Føroyum, hóast hon enn ikki hevur givið yvirskot. “Nógv tann stórsti parturin er komin frá útlendingum, men føroyski ognarluturin er framvegis um 30-40 prosent. So vit hava skapt eina virðisøking í Føroyum við at fáa fígging úr ørðum londum til at fremja gransking og menning í Føroyum, og vit hava fingið útlendskan íleggjarakapital at síggja virðið í at gera ta menningina í Føroyum,” greiðir hann frá og leggur afturat, at burtursæð Norðoya Íløgufelag, eru hinir partaeigarinir starvsfólk í fyritøkuni.

“Arbeiðið seinastu nógvu árini hevur snúð seg um at finna útav hvat skal til at ala á landi, hvussu framleiða vit vørur burturúr tí, og hvar skulu vit selja vøruna,” greiðir Ólavur frá. “So er tað at man byrjar at síggja úrslit í roknskapinum við einum ebita, ið byrjar at verða positivt. Handan tilgongdin tekur 10 ár og tú skal hava íleggjarar, ið vísa tolni og starvsfólk, sum hava áhuga og førleikar til at gera hasi tingini,” sigur hann.

[object Object]
(Mynd: Ocean Rainforest)

Úr Kaldbak til Kalifornia til Meksiko…

At fyritøkan í Kaldbak hevur keypt meirilutan í fyritøku í Meksiko ber boð um, at tey næstu árini fara at leggja dent á framleiðslu innan landbúna. Komandi árini skal taraframleiðarin prógva, at tað loysir seg at sproyta evni úr føroyskum tara á mandlutrø, jarðberjarunnar og aðrar hágóðskuvørur hjá bóndum í Kalifornia og Meksiko. Men við fyritøkuni í Meksiko hevur Ólavur stytt sær leiðina inn á marknaðin, tí at at hendan fyritøkan longu framleiðir vørur til bóndar í nærumhvørvinum, tætt við amerikanska markið.

Virkið í Kaldbak er ikki í drift, tá vit hitta Ólav Gregersen í februar. Á virkinum gongur Jóhan Christiansen, virkisleiðari í Føroyum, ið stutt eftir gjørdist fiskimálaráðharri, men annars vóru ikki nógv fólk í gongd í Kaldbak, tí arbeitt varð við at gera virkið klárt til at taka ímóti taranum, tá tey fóru undir at skera tara fram móti vári. Men hóast dreymurin hjá Ólavi er komin langt á leið, er hann ikki steðgaður við at droyma enn.

Arbeiðshátturin og royndirnar hjá fyritøkuni í Føroyum verða longu brúktar at ala við í Noregi, Kalifornia og aðra staðni, og samstundis sum fyritøkan næstu árini skal byrja at vísa sunn tøl á botnlinjuni, skal Ocean Rainforest framhaldandi vaksa um virksemið.

“Ongin av okkara íleggjarum hevur gjørt íløgu í okkum, tí vit skulu ala í Føroyum, men tí at vit kanna møguleikarnar her og so kopiera tað aðrastaðni. Føroyar er the mother ship, men vit hava eisini brúkt Føroyar at prógva at tað ber til at ala tara undir okkara viðurskiftum, og ætlanin er at vit skulu gera tað sama aðrastaðni,” sigur Ólavur Gregersen.  

[object Object]
(Mynd: Ocean Rainforest)

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 24. mai 2025

3
Leygardagur 24. mai 2025

- Vil seta fokus á fyritøkurnar, sum hava tað trupult

Nýggi maðurin í landsstýrissessinum við fiskivinnumálum fer at brúka stutta skeiðið upp á at arbeiða við heimaflotanum, sum ov lítið hevur verið gjørt við seinastu árini

Jóhan Christiansen fyrrv. økisleiðari hjá Ocean Rainforest, nú landsstýrismaður við fiskivinnumálum
SkrivaÐ:

Regin Winther Poulsen

Tá Jóhan Christiansen tók við sum landsstýrismaður við fiskivinnumálum eftir at Dennis Holm hevði lagt frá sær, fór hann samstundis frá sum leiðari fyri føroyska virkseminum hjá Ocean Rainforest. Og hóast hann ikki umsitur aling sum fiskimálaráðharri, kemur hann í starvið við royndum frá nýskapandi sjóvinufyritøku.

“Ocean Rainforest er ein sera innovativ fyritøka, sum byggir øgiliga nógv upp á at síggja nýggjar møguleikar og troyta hesar møguleikar,” greiðir landsstýrismaðurin frá. Jóhan Christiansen heldur, at hann tekur júst hendan hugburin við sær í nýggja starvið, sum kann vera virðismikil í stundum stirvnu politisku skipanini. “Tað er ov ofta í skipanini, at tað er ov torført at gera nakað, og eg haldi, at hugbururin at tillaga og royna nýggjar leiðir er góður at hava við sær,” greiðir hann frá, og skundar sær at leggja afturat, at hann sjálvandi er nýggjur í landsstýrisstarvinum enn.

[object Object]Teir kanna góðskuna í turkaða og malna taranum - Ólavur Gregersen og táverandi økisleiðarin hjá Ocean Rainforest, Jóhan Christiansen (Mynd: Regin W. Poulsen)

Hugsa í tonsum – ikki í mati

“Fordómarnir um landspolitisku skipanina eru, at nógvir politikkarar koma inn við nógvum hugskotum, men at tað hendir ofta onki, tí at skipanin er ov tung,” sigur Jóhan. “Men tann drívmegin sum Ocean Rainforest hevur at finna møguleikar, er nógv verd,” sigur hann og leggur afturat, at vit kanska hugsa ov nógv í tonsum og ov lítið í mati.

“Um vit fingu hugsunarháttin í fiskivinnuna um at vit skulu viðgera fiskin sum mat og troyta allan fiskin, høvdu vit komið langt,” heldur landsstýrismaðurin, sum eisini sigur, at partar av vinnuni heilt víst eru nýskapandi. “Eg haldi, at fólkini í vinnuni royna at gera eitt og hvørt fyri at tað skal bera til, tí tað er ikki bara lætt at reka fiskivinnu.”

Vil arbeiða við flotanum í tungum sjógvi
Í so máta hevur landsstýrismaðurin ikki langa tíð at fremja stórar broytingar. Um samgongan heldur alt valskeiðið, fær Jóhan knapt tvey ár í landsstýrissessinum. Og um hann skal velja eitt mál at fremja, meðan hevur kjansin, verður tað at gera okkurt við flotan, sum hevur stríðst í fleiri ár.

“Vit hava í nógv ár brúkt nógva tíð upp á tann partin av vinnuni, sum hevur klárað seg sera væl. Eg ynski at vit seta fokus á tann partin av vinnuni, sum hevur havt tað trupult í nógv ár,” greiðir Jóhan frá, men leggur afturat at broytingarnar ikki bara verða lættar.

“Vit mugu umskipa okkum soleiðis, at vit hava stovnsrøkt og heimaflotan í fokus. Og tað kemur helst at merkja, at onkrar broytingar vera í sambandi við hvør fær atgongd til fiskiøkini og nær. Hetta er eitt sera umfatandi arbeiði, sum fer at taka tíð.”

Hann sigur eisini, at hann vónar, at fiskivinnan gerst betur til at fáa meira burtur úr øllum fiskinum, nú allur fiskurin er lóggivin til lands.

“Vit eru samd í politisku skipanini um at tað er moralskt skeivt at koyra matvørur aftur á sjógv bara tí at tað ikki gevur nokk av pengum. Vit mugu fáa alt í land, og so vóni eg, at virksemi kemur burturúr tí,” sigur Jóhan Christiansen.  

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 24. mai 2025

4
Leygardagur 24. mai 2025

- Vit mangla skipanir sum eggja til gransking

Stjórin á Granskingarráðnum vísir á, at vit gera ov lítið fyri at eggja bæði føroyskum og útlendskum fyritøkum at gera íløgur í gransking og menning í Føroyum

(Savnsmynd: Finnur Justinussen)
SkrivaÐ:

Regin Winther Poulsen

Ein av grunnunum, ið Ocean Rainforrest hevur fingið stuðul til granskingarverkætlanir frá, er Horizon Europe, ið er ein granskingargrunnur undir ES. Føroyar hava limaskap í hesum granskingarsamstarvinum, og Annika Sølvará, stjóri í Granskingarráðnum, sigur, at tað gevur føroyskum fyritøkum og granskarum góðar møguleikar.

“Við limaskapinum hava Føroyar givið føroyskum fyritøkum møguleika at søkja stuðul frá Horizon til gransking, menning og nýskapan,” greiðir Annika Sølvará frá.

Tað er í síðsta enda almennu Føroyar, ið gjalda fyri verkætlanir, sum føroyskar fyritøkur og almennir stovnar fáa í Horizon Europe umvegis limagjald, ið verður roknað eftir hvat hvørt einstakt limaland hevur fingið í stuðli. Men Annika Sølvará vísir á, at ígjøgnum grunnin fáa føroyingar eisini atgongd til eitt netverk av granskarum og kunnu søkja um stuðul til kappngarførar verkætlanir.

“Tann fíggjarligi stuðulin tú fært er í stóran mun til lønarútreiðslur, og tá ert tað ofta eisini til útlendskar granskarar, sum koma til Føroya ella í hvussu so er granksarar, ið ikki longu eru í starvi,” greiðir Annika frá og leggur afturat, at Ocean Rainforest er dømi um fyritøku, ið hevur dugað væl at gjørt sær dælt av skipanini, og hevur tann vegin ment ein vinnuveg og vitanartung størv í Føroyum.

Føroyska granskingin í minking

Yvirhøvur granska føroyingar minni enn grannalondini. Sambært yvirliti, sum Hagstovan kunngjørdi mikudagin, veita føroyskar fyritøkur og almennu Føroyar 1,4 prosent av BTÚ, ið var ein minking á 0,3 prosentstig og lægst í norðanlondum. Sambært Hagstovuni var ein meiriluti á leið 0,9 prosent av stuðlinum til gransking og menning frá vinnufyritøkum, meðan restin kom frá hægri lærustovni ella almenna geiranum. Men Annika greiðir frá, at ein stórur meiriluti av stuðlinum til eitt nú PhD verkætlanir eru frá tí almenna.

“Tann stóri meirilutin av stuðli til PhD verkætlanir í Føroyum kemur – eins og aðrastaðni – frá tí almenna. Men tað er í ferð við at koma meira stuðul til verkæltanir frá vinnuni, og tað er nakað, ið føroyska samfelagið, ið ynskir at byggja uppá vitan, skal fegnast um,” sigur Annika Søvará.

Mangla eggjandi skipanir

“Føroyska samfelagið skal duga betur at gera karmar til at fáa íløgur frá útlendskum fyritøkum”. Annika sigur at í grannalondum okkara verður nógv gjørt fyri at eggja kapitali til at stuðla gransking, eitt nú við skipanum, ið geva fyritøkum møguleika at draga ein part av íløgunum, sum tey gera í gransking, frá í skatti.

[object Object]

Í 2020 var eitt ráð fyri gransking, menning og nýskapan sett at ráðgeva landsstýrinum og vinnuni í yvirskipaðum vinnupolitikki. Og í ársfrágreiðingini í 2022 vóru átta mál fyri føroyska gransking sett. Víst varð millum annað á, at tað privata stuðlaði gransking ov lítið, og at almennu játtanirnar vóru ov lítlar og smábýttar.

“Tá kreppan kom í Íslandi gjørdu tey skipanir til at geva íslendskum fyritøkum møguleika at fáa kapital og at eggja fyritøkum í Íslandi til at gera fleiri íløgur í gransking. Vit síggja nógvar fyritøkur í Íslandi, ið eru komnar av tílíkum politikki,” greiðir Annika frá.

“Tað er ein sannføring hjá øllum londum í Evropa, at vit skulu gera stórar og størri íløgur í gransking enn vit hava gjørt, tí at tað kann loysa stóru samfelagsavbjóðingarnar, seta ferð á vinnu og gera okkum meira kappingarfør, tí vit eru langt aftanfyri USA og Kina,” sigur Annika at enda.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 24. mai 2025

5

Størv

Útkoyrandi mekanikari

Meira Umsóknarfreist: 06. juni 2025

Byggileiðari til ArtiCon

Meira Umsóknarfreist: 30. mai 2025

Brennur tú fyri sølu og góðum kundasambondum?

Meira Umsóknarfreist:

Maskinførari til meginøkið

Meira Umsóknarfreist: 10. juni 2025

KT-mennari til Vinnustovnin

Meira Umsóknarfreist: 09. juni 2025

Arbeiðsfólk til verklagsarbeiði

Meira Umsóknarfreist: 30. mai 2025

Deildarleiðari til elbiladeildina hjá Sev

Meira Umsóknarfreist: 02. juni 2025

Ert tú heilsurøktari, heilsuhjálpari ella hjálparfólk? Vit leita eftir tær til heimatænastuna!

Meira Umsóknarfreist: 04. juni 2025

Námsfrøðingur til Dagstovnin á Flatinum

Meira Umsóknarfreist: 03. juni 2025

Gigni søkir heilsufrøðingar at byrja í august/september 2025

Meira Umsóknarfreist: 01. juni 2025

Maskinførari til ArtiCon

Meira Umsóknarfreist: 30. mai 2025

Fíggjarfrøðingur til Føroya Tele

Meira Umsóknarfreist: 25. mai 2025
6 Leygardagur 24. mai 2025

Asfaltera 130 metrar hvørja nátt um líkindi eru

Tað er stórarbeiði at asfaltera 1.799 metra longu flogbreytina í Vágum. Fyrsta pettið varð asfalterað mikunáttina. Arbeiðið væntast liðugt áðrenn ólavsøku

Asfalteringsarbeiðið byrjaði í farga verðrinum mikunáttina (Mynd: Símun Jákup Højsted)
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

Stórarbeiði fer fram á flogvøllinum í hesum døgum, ella nætrum, rættari sagt.

Tí nú er stundin loksins komin til, at nýtt asfalt skuldi leggjast á breytina. Asfaltið á 1.250 metra longu upprunabreytini er frá 1993, og hevur hildið væl og leingi, meðan asfaltið á teimum longdu pørtunum av flogbreytini er frá 2011, og hevur ikki hildið eins væl.

Síðan 1993 er eisini nógv hent við føroysku flogferðsluni, ikki minst er ferðslan vorðin nógvar ferðir størri, og tað eru flogførini eisini og rættiliga væl tyngri – farmaflogfarið hjá FarCargo vigar upp í 114 tons, ferðafólkaflogførini 80 tons.

Tað slítur upp á asfaltið, sum nú verður lagt av nýggjum.

[object Object]Asfalteringsarbeiðið byrjaði í fagra veðrinum síðstu nátt (Mynd: Símin Jákup Højsted)

Umfatandi tilrættislegging

Fyrsta asfaltið varð lagt á mikunáttina. 130 metrar av breytini í fullari 30 metra breidd, fingu fyrsta lagið av asfalti.

Tað er ikki bara bara, at asfaltera flogbreytina í Føroyum, serliga tá ongin annar flogvøllur ella flogbreyt er, sum kann taka sær av ferðsluni ímeðan arbeiðið fer fram.

- Aðrastaðni steingja tey breytina meðan asfaltarbeiðið verður gjørt. Tað kunnu vit ikki, tí flogferðslan má kunna halda fram ótarnað, greiðir Regin I. Jakobsen, stjóri á Vága Floghavn, frá.

Fyrireikingarnar til verkætlanina, sum nú er farin í gongd hevur verið drúgvar, men nú skuldi tað so vera. Roknað verður, at arbeiðið fer at taka umleið 40 nætur – arbeiðið skal ætlandi vera liðugt til ólavsøku, helst áðrenn, men tað veldst um ymiskar umstøður, ikki minst hvussu veðrið lagar seg. Í oysandi regni ber ikki til at asfaltera.

Tilrættisleggingin av arbeiðinum er krevjandi, tí tað eru nógv fólk og fyritøkur innblandað, og arbeiðast kann einans meðan flogvøllurin ikki verður brúktur. Og kann skal vera klárur tá ferðslan byrjar aftur um morgunin.

[object Object]Røðin við lastbilum lessaðir við flógvum asfalti var rættiliga stór í nátt (Mynd: Símin Jákup Højsted)

Fleiri fyritøkur við til at gera arbeiðið

Regin I. Jakobsen greiðir frá, at hvønn seinnapart verður ein samskipanarfundur hildin millum partarnar, sum standa fyri arbeiðinum, har avgerð eisini verður tikin, um asfalterað verður komandi nátt.

Hetta fyri at Landsverk kann fara í gongd við at framleiða stóru mongdina av serliga sterkum asfalti, sum skal brúkast ta komandi náttina.

Tað er Landsverk, sum veitir asfaltið, meðan báðar privatu asfaltfyritøkurnar, HJ Asfalt og EM Asfalt, taka sær av sjálvari áleggingini, og at leggja flutningin til rættis, við fyrstnevndu fyritøku sum ábyrgdarhavara.

Tvey løg skulu leggjast á. Tað fyrsta er 6,5 sentimetrar tjúkt og tað seinna umleið 5 sentimetrar. Asfaltteknisku krøvini eru sett í samstarvi við ráðleggingarfyritøkuna Rambøll, sum hevur altjóða royndir í slíkum verkætlanum.

Farið verður í gongd við arbeiðið so skjótt, sum seinasta flogfarið á degnum hevur sett seg um kvøldið. Fyrst verður økið fresað, og síðan verður farið undir at leggja asfaltið á.

Byggja skráa til flogførini hvønn morgun

Tey klára umleið 130 metrar hvørja nátt, og hetta er fyrst og fremst tí, at alt skal vera liðugt, tá flogvøllurin letur uppaftur til fyrstu fráferð morgunin eftir.

Tá asfaltið er lagt á og væl og virðiliga trumlað, verður farið í gongd við at byggja ein skráa upp til 6,5 sentimetra høga kantin av nýggjum asfalti.

- Hetta er kravið frá myndugleikunum fyri hall á flogvølli, og ein slíkan skráa mugu vit gera hvørja nátt áðrenn vit gevast við arbeiðinum. Og so skulu nýggjar strípur leggjast á eisini, greiðir flogvallaovastin frá.

Næsta kvøld byrjar so arbeiðið aftur við at fyrst verður daggamli skráin fresaður burturaftur, áðrenn farið verður í gongd við at fresa til næsta pettið, sum skal asfalterast.

Tá arbeiðið úr enda í annan er gjørt fyrstu ferð, skal eitt nýtt lag leggjast á afturat.

Størri vendipláss og LED ljós

Umframt sjálva asfalteringina eru eisini onnur arbeiði, sum verða gjørd um somu leið. Hetta eru arbeiði, sum J&K Petersen hevur høvuðsábygdina av.

Vendiplássini í hvørjum enda av breytini verða útbygd, so at tey hóska til tey stóru flogførini. Serliga flogfarið hjá FarCargo hevur avbjóðingar við at venda úti á endunum, greiðir Regin I. Jakobsen frá.

Umframt hesi vendiplássini verða eisini øll ljósini á flogvøllinum skit út frá halogen til LED. LED ljósini eru betri, og hartil eisini bíligari í rakstri. El-fyritøkan Install stendur fyri hesi útskiftini sum undirveitari hjá J&K.

Rilluskera til síðst

Men arbeiðið er ikki liðugt, tá nýtt asfalt í tveimum førum er komið á allan vøllin. Tí so skal hann “groovast”, sum tað eitur á flogvallamáli. Tað er rilluskerast, so av vatn betur kann renna frá.

Ein fyritøka, sum hevur spesialiserað seg í slíkum arbeiði, kemur Onglandi at taka sær av hesum arbeiði, upplýsir Regin I. Jakobsen.

- Tað hevur stóran týdning, at vøllurin verður rilluskorin eisini, greiðir flogvallastjórin frá.

- Tað eru ikki allir flogvallir, sum gera hetta. Men hjá okkum, har tað regnar illa, hevur tað alstóran týdning, tí við hesum rillum legst vatn ikki á sjálva flogbreytina, og harvið verður bremsieffektin við lending eins stór og var tað ein turr breyt, hóast tað regnar.

Vága Floghavn hevur ikki upplýst hvat kostnaðarætlanin fyri arbeiðið er, sum nú er í gongd við asfalteringini, men Regin I. Jakobsen sigur, at kostnaðurin verður ein trísiffrað milliónaupphædd, altso oman fyri 100 milliónir krónur.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 21. mai 2025

7 Leygardagur 24. mai 2025

Suðuroyartunnilin skotin út til hornaspark

Løgtingið fót mánadagin í summarfrí. Málið um Suðuroyartunnil liggur nú aftur í fíggjarnevndini – verður nýtt álit ikki lagt fram áðrenn ólavsøku, fellur málið burtur

Løgmaður og løgtingsforkvinnan (Mynd: Jens Kr. Vang)
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

At skjóta eitt mál út til hornaspark verður ofta tikið til, tá partarnir ikki rættiliga eru samdir um hvat skal henda í einum politiskum máli. Og tað var tað, sum hendi við Suðuroyartunnlinum, tá atkvøtt varð í dag.

Nær hornasparkið so verður tikið, og bólturin kemur í spæl aftur, er í núverandi støðu óvist.

Tað lógu trý broytingaruppskot í málinum, tá tað kom til triðju og ætlandi endaligu viðgerð mánadagin, harav eitt frá samgonguni, har latið varð upp til at arbeiðast skuldi við møguleikanum at fara upp í Skúgvi eisini. Eisini lá eitt uppskot frá Sambandsflokkinum um at gera eitt nýtt forprojekt, sum kannar møguleikarnar fyri at arbeiða úr Skúvoynni.

Men onki av málunum kom til atkvøðugreiðslu, tí meiriluti var á tingi fyri at beina málið aftur í fíggjarnevndina.

Sleppa undan at atkvøða nei

- At koyra málið aftur í nevndina er bara ein máti at sleppa undan at skula atkvøða ímóti, vóru tað fleiri andstøðutinglimir, sum vístu á undir viðgerðini í dag.

Tey hava nokk rætt, tá sagt var, at hetta er eitt tekin um, at samgongan als ikki er arbeiðsfør í løtuni.

Andstøðan vísti á, at við at koyra málið aftur í nevnd, so fellur málið burtur, um tað ikki verður tikið framaftur og avgreitt áðrenn ólavsøku, tá eitt nýtt tingár byrjar.

- Trúgvið mær. Málið kemur ikki aftur á tingborð áðrenn ólavsøku, segði Bárður á Steig Nielsen millum annað.

Um málið ikki verður tikið uppaftur undan ólavsøku, so kemur bólturin ikki aftur í spæl, um vit so kunnu siga.

So skal eitt nýtt mál leggjast fyri løgtingið, og málið skal gjøgnum alla mylluna av nýggjum.

Sí myndir úr tinginum her

[object Object]Bjarni Hammer (Mynd: Jens Kr. Vang)

- Ein vanlukka fyri suðuroyingar

- Og hetta er ein vanlukka fyri Suðuroynna og suðuroyingar. Hetta fer at taka vónina frá suðuroyingum aftur.

Serliga suðuroyartinglimurin hjá Javnaðarflokkinum, Bjarni Hammer, mælti staðiliga frá at koyra málið aftur í nevnd. Hann vildi hava málið avgreitt í dag.

Tí hetta er ikki ein avgerð um at binda landið og skattgjaldaran fyri fleiri milliardir krónur. Hetta er einans ein spurningur um at fáa heimild til at fara víðari við fyrireikingunum, so arbeiðið kann bjóðast út, og tinglimir og Føroya fólk kunnu fáa eina meting av, hvat verkætlanin kemur at kosta.

[object Object]Smílini vóru breiðari, tá semjan varð undirskrivað 8. november í fjør (Mynd: Løgmansskrivstovan)

Semjan heldur ikki longur

Løgmaður greiddi frá, at orsøkin til at málið nú fer í nevnd er, at tað er ikki tann sama semjan um málið, sum var galdandi, tá semjuskjal varð undirskrivað av øllum flokkum í vetur.

Tað eru fleiri tinglimir, bæði úr andstøðu og samgongu, sum ikki eru við í semjuni longur, upplýsti løgmaður.

Sambandstingfólk grundgóvu við, at nýggir upplýsingar eru komnir fram í málinum. Og tað er, at tað ber til at arbeiða úr Skúvoy, hetta var ikki ein møguleiki, tá semjan varð undirskrivað.

Tað er tí, at flokkurin mæti tingfólki til at taka undir við teirra broytingaruppskoti.

Annars var tað einans Bjarni Hammer, sum heitt talaði fyri, at avgerðin skuldi takast í dag. Hann varð einans stuðlaður í hesum sjónarmiði av andstøðutinglimum. Jørgen Niclasen úr Fólkaflokkinum og Jenis av Rana úr Miðflokkinum vóru teir, sum vóru heitast fyri at atkvøðast skuldi fyri Suðuroyartunnlinum í dag.

[object Object]

Løgmaður arbeiðir víðari

Spurningurin er nú, um málið í verandi líki hevur lív lagað.

- Eg ætli mær at arbeiða víðari við málinum, og spurningurin, sum liggur fremst at fáa svar uppá er, um náttúrumyndugleikarnir fara at geva okkum loyvi til at atbeiða úr Skúvoy eisini, segði løgmaður undir viðgerðini.

Eyðgunn Samuelsen, sum fleiri ferðir var biðin um at svara upp á, hvussu fíggjarnevndin, har hon er forkvinna, fer at fyrihalda seg til at málið nú kemur aftur í nevnd, vildi á tingfundinum ikki váttað, at um ella nær fíggjarnevndin fór at verða kallað saman.

Men eftir at løgmaður hevði greitt frá sínum ætlanum um at arbeiða víðari við málinum gjøgnum summarið, nýtti hon eina viðmerking til at boða frá, at um tað er neyðugt at kalla fíggjarnevndina saman fyri at fáa greiði á onkrum spurningi, so fór hon sjálvandi at gera tað.

Løgtingsforkvinnan, Bjørt Samuelsen, tyktist ikki so viss í, at hetta fór at henda. Hon sendi tingið heim við heilsan um eitt gott summar, og bað Bárð á Lakjuni um at syngja fyri til “Boðar tú...” 

17 samgonguatkvøður fóru fyri at senda málið aftur í nevnd. Bjarne Hammer úr Javnaðarflokkinum var millum tey 15, sum atkvøddu ímóti.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 19. mai 2025

8 Leygardagur 24. mai 2025

- Hetta kann raka útbyggingarætlanirnar á flogvøllinum

Løgtingi hevur samtykti mánadagin at senda málið um fíggingargrunnin aftur í nevnd

(Mynd: Jens Kr. Vang)
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

Spennandi dagur var í løgtinginum mánadagin. Fundurin skuldi byrja klokkan 9.30, men varð útsettur nakrar ferðir, tí bíðað verð eftir broytingaruppskot til triðju viðgerð av stóra málinum um Suðuroyartunnilin.

Tað fyrsta sum hendi var, at nógv umtalaðu málini um at broyta pensjónsskipanina, so at pensjónsaldurin verður 70 ár, varð tikið aftur at Eiriki í Jákupsstovu landsstýrismanni.

Landsstýrismaðurin lovaði at arbeiða víðari við málinum, millum annað at fara í samskifti við fakfelagsrørsluna, áðrenn málið verður lagt fram aftur í heyst.

Áðrenn málið um Suðuroyartunnilin, skuldi tingið eisini viðgera málið um at læna allan peningin úr grunninum rentu- og avgjaldsfrítt til Vága Floghavn og til Suðuroyartunnilin.

Men hetta málið varð sent aftur í nevnd eftir áheitan frá samgongutingliminum Anniku Olsen úr Tjóðveldi.

Nakað av orðaskifti var kortini um málið.

Jørgen Niclasen mótmælti og vísti á, at endamálið við hesum einans var at støðga málinum. Sambært Jørgen Niclasen er hetta púra óneyðugt, tí tað var ein samd fíggjarnevnd og ein greiður meiriluti í løgtinginum, sum bar málið ígjøgnum til 2. viðgerð.

Jørgen Niclasen harmaðist um, at hetta kann fáa avleiðingar fyri útbyggingarætlanirnar hjá Vága Floghavn, sum nú ikki fær 350 milliónir í lagaligum láni til sínar ætlanir.

- Við hækkaðu ferðagjøldinum, megnar floghavnin at fremja arbeiðið, sum nú er í gongd. Tað, sum hendir um hetta málið fellur burtur er, at ætlaðu útbyggingarnar av komu- og fráfaringarhøllini verða seinkaðar. Hetta er ein útbygging, sum hevur týdning fyri øll tey, sum ferðast um flogvøllin, har ferðafólk standa sum sild í tunnu. Tí er tað ein týðandi útbyggingarætlan, sum verður útsett við hesum, vísti Jørgen Niclasen á.

Hann fekk undir tøku frá fleiri tinglimum, sum undraðust yvir umbønina um at senda málið aftur í nevnd. Nakað, sum mest bendir á, at samgongan er óarbeiðsfør. Men hetta var bara frá andstøðutinglimum.

Samgongufólk tóku ikki orði í hesum sambandi.

Tá málið fór til atkvøðugreiðslu, vóru tað 18 samgongutingfólk sum atkvøddu fyri at senda málið aftur í nevnd, meðan 14 andstøðutingfólk atkvøddu ímóti.

Sí myndirnar: Bíða í sólini eftir broytingaruppskotunum

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 19. mai 2025

9 Leygardagur 24. mai 2025

Føroya elsti róðrarbátur kemur heim til Føroya

Hvanngarðurin, sum væntandi bygdur um 1830, verður lagdur aftur at Báta- og listasavninum í Leirvík

(Mynd: Eysturkommuna)
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

Síðst í mai legst ein bátur aftur at vælumtókta Báta- og listasavninum í Leirvík, skrivar heimasíðan hjá Eysturkommunu.

Talan er um bátin Hvanngarðurin, sum væntandi er Føroya elsti róðrarbátur. Hvanngarðurin hevur verið farma- og grindabátur hjá syðrugøtumonnum, og er smíðaður um ár 1830 ella stutt aftaná.  

Hvanngarðurin hevur staðið væl vardur á ymiskum søvnum í Oslo, men byrjar nú heimferð sína. 

Farma- og grindabátur 
Báturin er eitt tíggjumannafar og slíkir stórir bátar hava ikki verðið brúktir stórvegis til útróður, men heldur sum farma- og grindabátar. 

Sum farmabátur var Hvanngarðurin mest nýttur til Havnarferðir og sum grindabátur til grindir norðuri í Sundum. 

Báturin var eisini nýttur sum ferðabátur av Skálafirði, nú hann væntandi stóð undir Gøtueiði við Skálafjørðin. 

At tíggjumannafør ikki hava verið heilt vanlig, sæst av einari skráseting av øllum bátum í Føroyum, ið varð gjørd í 1903. Her sæst, at bara 23 tíggjumannafør, umleið 1,5 prosent af øllum flotanum, vóru skrásett og av hesum vóru bert 10 skrásett við árum.  

Í samband við at nýggi báturin kemur til Eysturkommunu, verður almenn móttøka á Báta- og listasavninum Krists himmalsferðardag, 29. mai, frá kl. 15.  

Báturin verður framyvir at síggja sum partur av framsýningini á Báta- og listasavinum í Leirvík, skrivar Eysturkommuna.  

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 18. mai 2025

10 Leygardagur 24. mai 2025

Bert Stórabretland og Sveis fingu færri stig frá hyggjarunum

Tað gjørdist talan um eitt vónbrot, tá hyggjaratalið hjá Danmark var kunngjørt - Sissal kann tó fegnast um at megna at koma í finaluna. Hon endaði nummar 23 av 26 londum í finaluni

 
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

45 stig og eitt 17 pláss eftir atkvøðurnar frá dómsnevndunum. Hetta kundi staðfestast at vera góðkent.

Tað var tó ikki fagnaður í donsku leguni, tá stigini frá hyggjarum komu inn:

Til samans - frá øllum londunum í Evropa umframt Ísrael og Avstralia vekk  Danmark....tvey stig

Sissal Jóhanna Norðberg Niclasen sá heldur skelkað út, tá ógvuliga lága talið varð kunngjørt.

"Hallucination" hevur ikki rakt hyggjarar og lurtarar ymsastaðni nógv nógv.

Tað gjørdu sangirnir hjá Sveis og Stórabretlandi als ikki. Hesi fingu einki stig. Vertslandið fekk annars næstflest atkvøður frá dómsnevndunum.

Sissal og toymi enda nummar 23 av 26 í finaluni og vóru tey jøvn í stigum við Luksemborg (nummar 22) - við 47 stigum. Hetta er besta plássið hjá Danmark  í stóru kappingini síðani 2019: Tí Danmark hevur ikki verið í finaluni síðani. Harvið kann Sissal samanumtikið framvegis vera nøgd og errin av Eurovision-ævintýrinum.

Sissal stig úr sjey londum.

Dómsnevndirnar úr hesum londum góvu Danmark og Sissal stig: 

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 17. mai 2025

11 Leygardagur 24. mai 2025

Elsa Berg fekk 1751 undirskriftir móti kirkjuni á Argjum

Umboð fyri áhugabólkin "Varðveitið fríøkið við Sandá" handaðu mikudagin borgarstjóranum Elsu Berg undirskriftir. Tað hjálpti ikki. Tórshavnar býráð samtykti hósdagin at geva Argja kirkju endaligt byggiloyvi

Elsa Berg, borgarstjóri í Torshavnar kommunu (Mynd: Urd Johannesen / Varðveitið fríøkið við Sandá)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Mikudagin handaðu umboð fyri áhugabólkin 'Varðveitið fríøkið við Sandá' borgarstjóranum í Tórshavnar kommunu, Elsu Berg, undirskriftirnar ímóti ætlaðu nýggju kirkjuni á Argjum.

- 493 persónar hava skrivað undir pappírslistarnar og 1.258 á talgildu innsavningina. Tilsamans 1.751 persónar hava skrivað undir, og til samanberingar er hetta væl meiri enn nakar politikari fekk av stemmum til seinasta kommunuval, skrivar Urd Johannesen á Facebooksíðuni "Varðveitið fríøkið við Sandá".

- Stóra takk til øll tykkum, ið hava lagt navn til og stuðlað varðveitsluni av fríøkinum, skrivar Urd Johnanesen.

Hósdagin var byggiloyvið aftur á skrá á býráðsfundinum. Og mótmælini hjálptu ikki.

Við atkvøðunum sjey fyri og fimm ímóti atkvøddi Tórshavnar býráð fyri at geva byggiloyvið til nýggju kirkjuna á økinum nærhendis Sandá.

Millum tey, sum atkvøddu ímóti, var borgarstjórin.

Fyri atkvøddu: Heðin Mortensen og Bergur Robert Dam Jensen úr Javnaðarflokkinum, Heidi Lava Elgeirsdóttir úr Tjóðveldi, Guttormur í Skála frá Borgaralistanum, Høgni Vilhelmsen og Birgir Nielsen úr Fólkaflokkinum og Annfinn Brekkstein úr Sambandsflokkinum.

Ímóti atkvøddu: Elsa Berg, Annita á Fríðriksmørk og Anja Weyhe úr Tjóðveldi, Tróndur Sigurðsson frá Kommunulistanum, og Kristianna Winther Poulsen úr Javnaðarflokkinum.

Kári Johansen frá Kommunulistanum atkvøddi blankt

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 21. mai 2025

12 Leygardagur 24. mai 2025

Næmingatalið í forskúlunum tvífaldað eftir tíggju árum

Í 2010 var tað bert Sankta Frans skúli, sum hevði forskúla. Nú eru samanlagt 13 forskúlar í Føroyum

Sankta Frans skúli hevur tann elsta og tann størsta forskúlan í landinum
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

- Fyri fimtan árum síðan var ein forskúli í Føroyum - dag eru teir 13 í tali. Samlaða talið á børnum svarar til ein hálvan árgang av børnum.

Hetta staðfestir Skúlablaðið, har ein gjøgnumgongd av forskúla

Søgan

Áðrenn 2010 var ein forskúli í Føroyum. Talan var um tann søguliga forskúlin í Sankta Frans skúla, sum hevur ein mansaldur á baki. Tað eru nevniliga 60 ár, síðani forskúlin í Sankta Frans skúla læt upp. Tað var í 1965, tá ið fransiskanarasystrarnar fóru undir forskúla. Fyrstu mongu árini undirvístu systrarnar, men so við og við komu aðrir lærarar.

45 ár gingu, til enn ein forskúli var settur á stovn. Hetta í 2010, tá forskúli kom í Leirvík, núverandi Eysturkommunu, og síðan í Skálabotni, tá ið Frískúlin Keldan fór undir forskúla.

- Í 2010 gingu 71 børn í teimum trimum forskúlunum. Næstu trý árini vóru hesir tríggir forskúlarnir teir einastu, til í 2014, tá ið Skúlin á Argjahamri fór undir forskúla. Í 2014 vaks talið á forskúlabørnum til 128.

Síðan eru fleiri forskúlar komnir: Í Runavíkar kommunuskúla, í Eiðis skúla og Skála skúla.

Lítliskúli fór undir forskúla í 2016 og Skúlin á Fløtum í 2020. Forskúlalíknandi tilboð eru nú eisini í Nólsoy, í Kaldbak, á Velbastað og í Oyndarfirði. Fyri tveimum árum síðani setti Tvøroyar skúli, sum tann higartil seinasti í røðini, forskúla á stovn.

Støðan nú

Í ár er talið á forskúlum 13, og tað verður tað sambært hagtølum frá Undirvísingarstýrinum eisini komandi ár. Talið á børnum kvinkar úr 301 í ár til 310 komandi ár, sum er umleið ein hálvur árgangur av børnum.

Forskúlin í Sankta Frans skúla hevur flestu árini verið nógv størstur, men seinnu árini hava aðrir hálað seg inn á hann. Forskúlin í Skúlanum á Fløtum er bæði í ár og komandi ár størstur við ávikavist 62 og 66 børnum.

- Eingin námsætlan er fyri forskúlarnar; innihaldið og skipanin í forskúlaflokkum eru hinvegin lýst í lóg og kunngerð. Fólkaskúlalógin ásetur, hvat forskúlarnir skulu arbeiða við í høvuðsheitum, og kunngerðin greinar bæði skipan og innihald. Ásett er í fólkaskúlalógini, at í forskúlaflokki skulu børnini verða kunnað um dagliga lívið í skúlanum, læra at vera í skúla og at vera trygg við undirvísingarstøðuna, har tað fer fram eitt samspæl millum læring og leik; børnini skulu læra grundstøðið undir lesing, skriving og rokning, læra at nýta bókasøvn, handaligt virksemi, tónleik, rørslu, at lurta og verða aktivur luttakari í undirvísingarstøðuni og í tí sosiala samverupartinum. Skipað samstarv skal verða millum lærarar og pedagogar í forskúla, byrjanarundirvísing og frítíðarskúla.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 21. mai 2025

13 Leygardagur 24. mai 2025

Als 210 milliónir krónur í avlopi

Triðja árið á rað var arbeiðsloysið eitt prosent ella niðanfyri tað

(Savnsmynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Stýrið fyri ALS hevur samtykt ársroknskapin hjá ALS fyri 2024.

Roknskapurin vísir eitt avlop á 210 milliónir krónur, sum er tað næst mesta í søguni hjá ALS. Bert í 2023, tá ársúrslitið var eitt avlop á 225,8, var ársúrslitið betri enn í 2024.

Eginognin hjá ALS er nú komin upp á 1.549 milliónir krónur.

Lága arbeiðsloysið stóð við í 2024
Hóast arbeiðsloysið kvinkaði eitt vet uppeftir í 2024, so var tað tó enn sera lágt, og triðja árið á rað var arbeiðsloysið 1 prosent ella niðan fyri tað.

Í miðal fyri alt árið var arbeiðsloysið í 2023 0,8 prosent, meðan tað í 2024 var 1,0 prosent.

Lága arbeiðsloysið í Føroyum var tað lægsta ellinda árið á rað samanborið við onnur lond í Evropa, og tað eru bara nøkur heilt fá lond í heiminum, har arbeiðsloysið er lægri enn í Føroyum.

ALS-gjaldið lækkaði úr 1,0 prosentum niður í 0,8 prosent 1. januar 2024. Hóast lækkingina vóru samlaðu inngjøldini 196,1 mió. krónur, sum er 36,1 mió. krónur minni enn í 2023. Minkingin er á leið tað, sum roknað varð við, tá gjørt varð av at lækka ALS-gjaldið.

Útgjøldini av arbeiðsloysisstuðli vóru næstan tey somu í 2024 sum árið fyri – 58,4 mió. krónur í 2024 í mun til 58,3 mió. krónur í 2023.

Samlaða útgjaldið av arbeiðsloysisstuðli úr fiskavirkisskipanini minkaði við 11,3 mió. krónum, meðan samlaða útgjaldið av vanligum arbeiðsloysisstuðli hækkaði við 11,3 milliónir krónur. Høvuðsorsøkin til tað er, at tá minni var at gera á fiskavirkjunum, fluttu fólk úr fiskavirkisskipanini yvir í vanligu arbeiðsloysisskipanina.

Skiftisavlopið – tað er munurin millum samlaðu inngjøldini og samlaðu útgjøldini – gjørdist eitt avlop á 138,9 milliónir krónur í 2024 í mun til 175,2 milliónir krónur í 2023.

Samlaðu starvsfólkakostnaðirnir vóru 17,9 milliónir krónur.

Rakstrarkostnaðirnir vóru 4,6 milliónir krónur. Tað var ein minking á 0,7 milliónir svarandi til 13,2 prosent í mun til árið fyri. Undantikið í 2022 vóru rakstrarkostnaðirnir í 2024 teir lægstu síðani 1995.

Samlaðu virðisbrævaognirnar vuksu við sløkum 196,5 milliónum krónum og vóru 1.470,7 milliónir við árslok í 2024.

Bæði 2023 og 2024 royndust væl í mun til avkast av fíggjarognunum. Í 2023 vóru inntøkurnar av fíggjarognunum 73,9 milliónir krónur, sum svaraði til eina renting á 6,5 prosent. Í 2024 vóru inntøkurnar av fíggjarognunum 94,9 mió. krónur, sum svaraði til eina renting á 7,1 prosent.

Mæla til at lækka gjaldið

Harvið vóru samlaðu fíggjarinntøkurnar 12,7 milliónir krónur hægri enn samlaðu útgjøldini av arbeiðsloysisstuðli, allir starvsfólkakostnaðirnir og allir rakstrarkostnaðir tilsamans.

Ársúrslitið í 2024 var eitt avlop á 210,0 milliónir, sum er 15,8 milliónir krónur minni samanborið við 2023, tá ársúrslitið var eitt avlop á 225,8 milliónir krónur.

Við árslok var eginognin 1.543 milliónir krónur, sum er tað mesta í søgu ALS.

- Stýrið og stjórnin fyri ALS eru væl nøgd við úrslitið. Lækkingin í ALS-gjaldinum frá ársbyrjan 2024 hevur havt ta væntaða úrslitið, og Arbeiðsloysisskipanin er nú so væl fyri fíggjarliga, at stýrið hevur heitt á landsstýriskvinnuna at lækka ALS-gjaldið enn meiri. Hesaferð niður í 0,6 prosent. Væntandi fær tað virkna frá komandi ársskifti.

- Við munagóðu avlopunum seinastu árini er Arbeiðsloysisskipanin styrkt fíggjarliga, haldførið er gott, og skipanin er fíggjarliga væl fyri at standa ímóti bakkøstum, sum kunnu koma, sigur Magni á Deild Olsen, stjóri hjá ALS.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 20. mai 2025

14 Leygardagur 24. mai 2025

13 milliardir útgoldnar í lønum seinastu 12 mánaðirnar

Tað er ein vøkstur á 700 milliónir krónur í mun til undanfarnu 12 mánaðirnar

(Savnsmynd)
SkrivaÐ:

Alda Nielsdóttir

Í tíðarskeiðnum mai 2024 til apríl 2024 vórðu 13 milliardir krónur útgoldnar í lønum í Føroyum.

Tað eru góðar 700 milliónir krónur - ella 5,7 prosent - fleiri lønarkrónur enn undanfarnu 12 mánaðirnar.

Seinastu árini hevur vøksturin hjá kvinnum verið javnari enn hjá monnum. Serliga var lønargongdin hjá monnum ávirkað av koronufarstóttini, skrivar Hagstovan.

Seinastu 12 mánaðirnar áttu kvinnur 39 prosent av samlaðu lønunum - eitt lítið prosent hægri enn í undanfarnu 12 mánaðirnar.

Av samlaða vøkstrinum á góðar 700 milliónir krónur, áttu kvinnurnar 53 prosent við 372 milliónum krónum.

Samlaða útgoldna lønin hjá kvinnum var næstan átta prosent hægri seinastu 12 mánaðirnar samanborið við undanfarnu 12 mánaðirnar. Hjá monnum var lønin 4,5 prosent hægri.

Miðallønin hjá kvinnum 26 prosent lægri 
Í apríl var mánaðarliga miðallønin fyri hvønn persón 37.529 krónur. Hetta eru sløk níggju prosent hægri samanborið við sama mánað í fjør.

Í apríl fingu kvinnur 31.640 krónur í miðal, sum er 26 prosent lægri enn miðallønin hjá monnum, sum var 42.957 krónur.

Samanborið við sama mánað árið fyri er útgoldna miðallønin 9,3 prosent hægri hjá monnum og átta prosent hjá kvinnum.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 17. mai 2025

15 Leygardagur 24. mai 2025

Útreiðslurnar til gransking og menning 1,4 prosent av BTÚ í 2023

Í 2023 vórðu 367 milliónir krónur brúkar til gransking og menning í Føroyum – útreiðslurnar í Føroyum vóru lægri enn í øðrum Norðurlondum

(Mynd: Hagstova Føroya)
SkrivaÐ:

Alda Nielsdóttir

Samlaðu útreiðslurnar til gransking og menning í Føroyum vóru 367 milliónir krónur í 2023, sum svarar til 1,4 prosent av bruttotjóðarúrtøkuni - BTÚ.

Tað er 0,3 prosentstig - ella 52 milliónir - minni samanborið við 2022 tá granskað og ment varð fyri 1,7 prosent av BTÚ. Hetta sama tíðarskeið er BTÚ vaksið 6,7 prosent, og hevur tað eisini ávirkað gongdina, skrivar Hagstovan.

Útreiðslurnar til gransking og menning minkaðu í øllum Norðurlondum í 2023 í mun til 2022, og útreiðslurnar í Føroyum vóru lægri enn í øðrum Norðurlondum bæði árini. Í Noregi vóru útreiðslurnar 1,6 prosent av BTÚ, í Íslandi 2,6 prosent, í Danmark 2,9 prosent, í Finnlandi 3,0 prosent og í Svøríki 3,5 prosent.

Sambært Hagstovuni stóð privati geirin fyri meira enn tveimum triðingum av útreiðslunum til gransking og menning í Føroyum. Vinnufeløg granskaðu fyri 0,9 prosent av BTÚ, meðan almenni geirin og hægri útbúgvingarstovnar granskaðu fyri ávikavist 0,3 prosent og 0,2 prosent av BTÚ í 2023.

Tað vóru tilsamans 252 ársverk, sum granskaðu og mentu í 2023. Kynsbýtið av granskarum er 57 prosent menn og 43 prosent kvinnur.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 22. mai 2025

16
Leygardagur 24. mai 2025

Útfluttu fisk fyri 11,7 milliardir seinasta árið

Eitt nú minkaði útflutningurin av laksi 44,4 milliónir krónur, meðan útfutningurin av makreli vaks 640,9 milliónir krónur

(Savnsmynd: Ólavur Frederiksen)
SkrivaÐ:

Alda Nielsdóttir

Í tíðarskeiðnum apríl 2024 til mars 2025 varð útflutt fyri 12,5 milliardir krónur, sum er áleið taða sama sum undanfarnu tólv mánaðirnar.

Fiskavøruútflutningurin í hesum tíðarskeiðnum var 11,7 milliardir krónur, sum er ein minking á 97 milliónir krónur - ella 0,8 prosent.

Hagstovan skrivar, at útflutningurin av fleiri fiskasløgum gongur aftur, harundir laksur, svartkjaftur, sild og lodna, meðan útflutningurin av flestu øðrum fiskasløgum gongur fram.

Útflutningurin av laksi er minkaður 44,4 milliónir krónur hetta tíðarskeiðið. Virðið stendur so at siga í stað, meðan nøgdin er vaksin góð 13 prosent.

Útflutningsvirðið av makreli er vaksin 640,9 milliónir krónur - ella 68,2 prosent. Vøksturin stavar fyri tað mesta frá príshækkingum, tí nøgdin er einans vaksin knøpp níggju prosent.

Útflutningurin av fóðri, fiskamjøli og lýsi er samanlagt minkaður við einari knappari milliard krónum.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 19. mai 2025

17 Leygardagur 24. mai 2025

Oman fyri 30.000 starvsfólk í april

Í seinasta mánaði vóru 465 fólk fleiri í starvsfólkaskaranum samanborið við sama mánað í fjør. Tað er ein vøkstur á 1,6 prosent. Kvinnur í almennum størvum standa fyri størsta vøkstrinum

(Mynd: Hagstovan)
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

Starvsfólkatalið í Føroyum veksur framvegis, men seinastu árini er vøksturin viknaður.

Hetta staðfestir Hagstova Føroya. Tað er útfrá á trendinum, sum lýsir gongdina við at reinsa fyri árstíðarfrávik og øðrum tilvildarligum broytingum. 

Í apríl vóru 30.082 starvsfólk í Føroyum. Tað eru 465 starvsfólk, ella 1,6 prosent, fleiri enn apríl í fjør. 

[object Object]

Vaksandi tal (Mynd: Hagstova Føroya)

[object Object]

Færri kvinnur undir privatum ræði

Í apríl vóru góðir 15.300 menn og slakar 14.800 kvinnur í starvsfólkaskaranum.

Samanborið við sama mánað í fjør vóru menninir 217, ella 1,4 prosent, fleiri. Kvinnurnar vóru 248 - tað vil siga 1,7 prosent - fleiri.  

Í apríl arbeiddu 56 prosent av starvsfólkunum hjá arbeiðsgevara undir privatum ræði. Parturin er hægri fyri menn, har tríggir av fýra arbeiða í hesum bólki. 

Hjá arbeiðsgevara undir almennum ræði, ið fevnir um almennar stovnar og almenn partafeløg, arbeiða 44 prosent. Góð 62 prosent av kvinnum arbeiða í hesum bólki. 

[object Object]

Samanumtikið eru 74 prosent av vøkstrinum, 343 persónar, lagdir afturat arbeiðsgevarum, sum eru undir almennum ræði. Hetta er serliga kvinnur, sum vóru 257, ella 2,9 prosent,  fleiri í apríl í ár samanborið við í fjør.

Kvinnur er nú níggju færri í tali hjá arbeiðsgevarum undir privatum ræði. Menn undir almennum ræði vóru 86, ella 2,2 prosent, fleiri. Hjá arbeiðsgevarum undir privatum ræði vóru teir 131 - 1,2 prosent - fleiri samanborið við í fjør.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

Sí meira um øki og annað á hagstova.fo


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 20. mai 2025

18 Leygardagur 24. mai 2025

Hálvttriðja ára fongsul fyri harðskap móti pinkubarni

Maðurin, sum í hósdagin varð dømdur í Føroya rætti, hevur alla tíðina noktað seg sekan

(Savnsmynd)
SkrivaÐ:

Alda Nielsdóttir

Ein 26 ára gamal maður hevur fingið hálvttriðja ára treytaleysa fongsulsrevsing fyri serliga grovan harðskap móti einum pinkubarni.

Maðurin, sum er pápi at pinkibarninum, noktaði seg sekan. Hann hevur biðið um umhugsanartíð til at umhugsa, um dómurin skal skjótast inn fyri hægri rætt, skrivar Kringvarpið.

Málið snýr seg um eina hending, sum fór fram móti einum tríggjar mánaðir gomlum dreingi 23. oktober 2023. Drongurin fekk skallabrot og fleiri heilabløðingar men hevur ikki fingið varandi mein.

Í fyrsta umfari vórðu bæði foreldrini varðhaldsfongslað, men seinni vórðu ákærurnar móti mammuni sleptar.

Les eisini: Risti nýføðing og misti hann niður á armlen á sofu

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 22. mai 2025

19 Leygardagur 24. mai 2025

40 daga treytaða fongsulsrevsing fyri viðmerking á Facebook

Ákæruvaldið kravdi kvinnuna dømda fyri viðmerkingina, og rætturin metti eisini, at talan var um eina greiða hóttan eftir lívinum. Tað var ein dómari, ið fekk orðini omanyvir seg í sambandi við mál um kynsligt brotsverk

Nú dømda kvinnan hevði á almennu Facebook-síðuni hjá Kringvarpi Føroya viðmerkt eina grein um ein dóm - har fingu bæði dómarin og tann dømdi hóttarnir (Mynd: Føroya Rættur)
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

Ein kvinna í tjúgunum varð fyrr í vikuni dømd 40 daga treytaða fongsulsrevsing fyri at hótta ein dómara, sum starvast í Føroya Rætti, skrivar Føroya Politi.

Viðmerkingarnar komu í kjalarvørinum av einum øðrum rættarmáli. Nú dømda kvinnan hevði á almennu Facebook-síðuni hjá Kringvarpi Føroya viðmerkt eina grein um ein dóm.

Har fekk dómarin í tí málinum, sum snúði seg um kynslig brotsverk, av at vita. Sambært ákæruvaldinum hótti kvinnan dómaran beinleiðis eftir lívinum.

- Ákæruvaldið kravdi kvinnuna dømda fyri viðmerkingina, tí talan var um eina greiða hóttan eftir lívinum hjá dómaranum. Hetta er brot á § 119 í revsilógini, sum verjir starvsfólk, ið útinna alment álagda tænastuskyldu ella starvsskyldu.

Kvinnan greiddi hinvegin frá, at viðmerkingin ikki skuldi skiljast sum ein hóttan.  Orsøkin til viðmerkingina var, at hon helt, at revsingin fyri kynslig brotsverk í Føroyum er ov lág.

Hetta hjálpti tó ikki, tí rætturin dømdi kvinnuna 40 daga treytaða fongsulsrevsing. Við hesum er treyt um, at tann dømda skal gera 60 tímar samfelagstænastu.

Umframt at verða dømd fyri at hótta dómaran, varð kvinnan eisini dømd fyri at hótta persónin, sum hevði móttikið dómin, sum greinin snúði seg um.

- Av tí, at tað var ein dómari hjá Føroya Rætti, sum varð hóttur, vóru allir dómararnir í Føroya Rætti ógegnigir. Tí var ein setudómari úr Danmark dómari í málinum.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 20. mai 2025

20 Leygardagur 24. mai 2025

Føroyar á kortið hjá Starlink

Nú ber til hjá føroyingum at bíleggja sær internet frá Elon Musk

 
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Loyvini frá Fjarskiftiseftirlitinum komu uppá pláss herfyri, og í vikuni eru Føroyar komnar á kortið hjá Starlink.

Tað merkir, at felagið hjá Elon Musk kann veita føroyingum internet.

Starlink er ein verkætlan hjá SpaceX, og hevur 7.000 smáar fylgisveinar lágt í ringrás um jørðina.

Bíligasta haldið hjá Starlink kostar 480 krónur um mánaðin, men ein móttakari skal eisini til. Tann bíligasti kostar 2.200 krónur.

[object Object]

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 21. mai 2025

21
Leygardagur 24. mai 2025

Kunngerð um Føroyabanka lýst

Línuskip og útróðrarbátar sleppa aftur í ár at royna á Føroyabanka, og skipanin er tann sama sum í fjør

 
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Jóhan Christiansen, landsstýrismaður við fiskivinnumálum, hevur lýst kunngerð um tíðaravmarkaða serskipan fyri veiðu eftir botnfiski á Føroyabanka í 2025.

Skipanin er tann sama sum í fjør.

Teir 265 dagarnir verða býttir millum bólkarnar eftir sama leisti sum í fjør:

  • Bólkur 3, línuskip, fær 40 dagar.
  • Bólkur 4, útróðrarbátar 15-110 tons, fær 135 dagar.
  • Bólkur 5, útróðrarbátar undir 15 tons, fær 90 dagar.

Í bólki 5 eru tað - eins og í fjør - teir vinnuliga virknastu bátarnir, ið sleppa á Bankan. Treyt fyri at fáa loyvi er, at báturin hevur avreitt fyri 500.000 krónur ella meira í minsta lagi eitt av árunum 2022-2024.

Bátar í bólki 5, ið ætla sær á Føroyabanka í 2025, skuldu, innan 22. mai søkja Vørn um fiskiloyvi.

Fiskivinnumálaráðið er farið undir at endurskoða skipanina á Føroyabanka við tí í hyggju, at frá komandi fiskiári verður skipanin í eini meiri fastari legu.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 19. mai 2025

22
Leygardagur 24. mai 2025

PIT-merktu 158 síl í Norðragøtu

Endamálið við at merkja sílini er at kanna, hvussu sílini ferðast í ánni og nær tey leggja leiðina oman í ósan og út á sjógv, og nær tey koma niðan aftur í ánna

(Mynd: Kirstin Eliasen, Firum)
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Í góðveðrinum hósdagin vóru fólk frá Firum í Eiðisá í Norðragøtu og PIT-merktu síl í ánni. Hetta er triðja árið, at síl í júst hesi ánni eru merkt. Endamálið við at merkja sílini er at kanna, hvussu sílini ferðast í ánni og nær tey leggja leiðina oman í ósan og út á sjógv, og nær tey koma niðan aftur í ánna. Fyri at síggja tað, hevur Firum sett upp tvær mátistøðir við eini antennuskipan, sum skráseta, hvørja ferð eitt PIT-merkt síl ferðast oman ella niðan í ánni. Náttúrligi atburðurin hjá sjósílum er, at tey fara á sjógv um várið og koma aftur niðan í ánna at gýta um heystið.

Mannagongdin, tá ein skal merkja síl, er einføld men spennandi. Fyrst skal man fáa hendur á sílunum, altso fanga sílini. Veiðan byrjar niðast í ánni, og so verður gingið niðan gjøgnum ánna, til komið er á mál.

Sílini verða fangaði við, at man í sera stuttum løtum setir streym til eitt avmarkað øki, soleiðis at sílini hvøkka við og eru tey tá løtt at fáa við glúpi. Tað kallast elfiskiskapur (electrofishing), og krevur etiska góðkenning frá Landsdjóralæknanum.

Úr glúpinum verða sílini flutt í eitt kar, har tey verða doyvd, áðrenn tey skulu handfarast. Fyrst verða tey skannað fyri at vita, um tey longu eru PIT-merkt frammanundan. Síðani verða vekt og longd máld, áðrenn ein roðsluroynd verður tikin. Er sílið ikki longu merkt, verður tað at enda PIT-merkt og slept út aftur í ánna.

At PIT-merkja er, at ein lítil flís verður sett inn í búkholuna á sílinum. Tá sílið so ferðast framvið mátistøðunum, verður tað skrásett á eini telduskipan hjá Firum. Granskarar hjá Firum viðgera tølini og gera niðurstøður um gongdina.

Orsøkin til, at sílini leggja leiðina út á sjógv, er, at á sjónum fæst betri føði. Tí vaksa sílini eisini munandi skjótari úti í sjónum, enn tey gera í ánni. Hinvegin, so eru fleiri vandar at finna í sjónum. Ein teirra er laksalúsin. Og tað er júst laksalúsin, sum kann fáa sílini at leita niðan aftur í ánna ”í úrtíð”. Laksalús trívist ikki í feskvatni, og tí kunnu sílini leita niðan aftur í ánna fyri at avlúsa seg.

Ferðingin hjá sjósílunum í Eiðisá er byrjað. Tað vísa skrásetingarnar frá antennuskipanini. Higartil eru tað serliga tey eldru sílini, sum eru farin út á sjógv. Hetta líkist gongdini undanfarin ár. Tá byrjaðu smoltini, t.e. tey yngru sílini, sum fara á sjógv fyri fyrstu ferð, ferðingina nakað seinni. Áður hava vit sæð, at smoltini fara á sjógv, tá ið hitin nærkast 8°C, og regnið fær ánna at vaksa.

Tey á Firum vænta tí, at smoltini fara undir ferðingina komandi vikurnar, og fara tey at fylgja gongdini neyvt. Júst í ferðingartíðini eru sílini mest útsett fyri laksalús, og tí hevur tað stóran týdning at vita, nær ferðingin fer fram. Tá kunnu verndartiltøk leggjast til rættis, so tey raka, tá tørvurin er størstur. PIT-merkingin er partur at ”Sjósílaverkætlanini”, sum Firum ger í samstarvi við Havbúnaðarfelagið. Yvirornaða endamálið er at kanna, hvørja ávirkan alingin kann hava á lúsastøðuna og atferðina hjá sjósílunum.

Hósdagin vórðu 222 síl fangað í Eiðisá. 158 blivu merkt, 25 vóru longu merkt frammanundan, meðan 38 vóru ov smá at merkja, tí tey vóru minni enn 10 sentimetrar.

Miðalvektin á sílunum var 44,3 gramm. Miðal longdin var 14,9 sentimetrar. Størsta sílið var heilar 35,8 sentimetrar langt og vigaði 453 gramm. Talan var um áarsíl.

Kelda: Firum

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 22. mai 2025

23 Leygardagur 24. mai 2025

Einar fekk takkarløn fyri sjálvboðið arbeiði

Einar Hammer hevur gjørt eitt risa arbeiði fyri at varðveita ein týðandi part av Tvøroyrar vinnusøgu

 
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Mánadagin skipaði Lions Suðuroy fyri lítlari samkomu í Naddoddaneystinum á Tanganum á Tvøroyri.

Endamálið var at heiðra 78 ára gamla Einar Hammer, fyri tað risa arbeiði hann hevur gjørt fyri at varðveita ein týðandi part av Tvøroyrar vinnusøgu.

Einar Hammer hevur nevniliga, púra av sínum eintingum, átikið sær at fáa gamla fiskaplássið inni á Tanganum aftur í upprunastand, soleiðis sum tað sá út, táið ið tað var ein týðandi partur av vinnuliga virksemiðnum á Tvøroyri.

Har hevur hann arbeitt í óteljandi tímar, í øllum veðri, við at reinsa fiskaplássið sum annars var tilgrógvið av grasi.

Nú eru fá fiskapláss eftir og tí er tað at fegnast um, at Einar Hammer hevur átikið sær at varðveita fiskaplássið á Tanganum í upprunastandi fyri eftirtíðina.

Nú hevur hann lagt seinastu hond á verkið, so nú er fiskaplássið sera snotiligt, og sær út sum fyrsta dagin - og sjálvur Einar eisini átikið sær at halda og røkja tað.

Saman við standmyndini, Gianfranco Nonné, sáli, hevur gjørt av fiskagentum, er fiskaplássið, og økið við Naddodaneystið, sum stendur beint við, nú vorðið ein sonn perla á Tvøroyri.

[object Object]

- Í Lions Suðuroy hildu vit, at hetta er eitt avrik, vit eiga at viðurkenna og tí varð gjørt av at lata Einari Hammer takkarløn Lions Suðuroy.

Hetta týsdagin, tá ið menn, sum vanligt, vórðu farnir í Naddoddaneysti at fáa sær kaffi og eitt prát.

Sjálvur visti Einar Hammer av ongum, tá ið Lions limir brádliga komu á gátt og tóku hann á bóli við at handa honum heiðurin

Á takkarlønini frá Lions, stendur soleiðis: "Lions Suðuroy vil hervið veita tær størstu tøkk og virðing fyri títt fyrimyndarliga, ótroyttiliga og ósjálvsøkna arbeiði plássinum og landinum at frama".


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 21. mai 2025

24 Leygardagur 24. mai 2025

Eygnavitni frá Nova festivalinum vitjar Miðflokkin

Landsfundurin Miðfloksins verður í dag í Dansifrøði í Havn

Eran Masas
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Árligi landsfundur Miðfloksins verður í dag í Dansifrøði í Havn. Gestarøðarin í ár er Eran Masas. Hann var eitt av fyrstu eygnavitnunum á Nova festivalinum, har 1.200 ósek fólk vórðu dripin og 160 burturflutt. 

Eran ferðast kring heimin, og greiðir frá hendingum, honum var fyri. Tað serstaka við hansara uppliving er, at hann dokumenteraði tað, hann sá. Men hann misti telefonina, har allar upptøkurnar vóru á. Men tað hevði eydnast einum ókendum at finna/taka telefonina, og hesin legði alt tilfarið út á ymiskar miðlar, uttan at Eran visti av tí. Eran kemur at greiða frá upplivingum sínum á festivaløkinum og frá støðuni við jødahatri, sum spreiðir seg kring heimin. 

Umframt at Eran luttekur á fundinum í dag kl. 14, verður eisini almennur fyrilestur við Eran. Fyrilesturin verður í morgin, sunnudagin kl. 15 í Dansifrøði. Í báðum førum har Eran tosar, verður tulkað til føroyskt. Tey, ið ynskja tað, fáa oyratól har tulkingin kann hoyrast. 

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 19. mai 2025

25 Leygardagur 24. mai 2025

Elin Ludvig nýggjur stjóri á Dugna

Kennir væl til arbeiðsmarknaðarøkið sum deildarleiðari fyri arbeiðsbúgving hjá Almannaverkinum í 10 ár

Elin Ludvig
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Stýrið fyri Dugna hevur sett nýggjan stjóra. Tað er Elin Ludvig, ið hevur drúgvar royndir innan arbeiðsmarknaðarøkið í Føroyum, sum er sett sum nýggjur stjóri á Dugna.

Elin hevur verið deildarleiðari hjá Almannaverkinum á deildini Arbeiðsbúgving í 10 ár, so hon kennir væl føroyska arbeiðsmarknaðarøkið, og til borgarar við ymsum skerjingum í arbeiðsførðinum, og hvussu teir kunnu hjálpast á leið fyri at fáa tilknýtið til arbeiðsmarknaðin aftur. 

Harafrat hevur Elin fleiri ára royndir sum sosialráðgevi innan barnaverndartænastu og asyløkið í Danmark. Umframt útbúgving sum kandidatur í sosialum arbeiði, hevur Elin eisini útbúgving innan diplom í leiðslu. 

Áhugin fyri starvinum var stórur og vóru 28 umsøkjarir í alt.

Elin Ludvig tekur við starvinum 1. august 2025.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 20. mai 2025

26 Leygardagur 24. mai 2025

Lis Samuelsen virkandi sóknarprestur

Hon verður virkandi prestur í Suðurstreymoyar vestara prestagjaldi

(Mynd: Fólkakirkjan)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Biskupur hevur sett Lis Samuelsen í tíðaravmarkaða kalli sum virkandi sóknarprestur í Suðurstreymoyar vestara prestagjaldi.

Á felags kirkjuráðsfundi í vikuni innstillaðu kirkjuráðini Lis Samuelsen til tænastuna sum virkandi sóknarprestur í juni og juli 2025.

Lis Samuelsen hevur drúgvar royndir sum prestur. Í 12 ár var hon prestur í Sorø Klosterkirke í Danmark.

Eisini hevur hon verið herprestur hjá tí donsku verjuni, har hon millum annað hevur verið í Estlandi í tríggjar mánaðir og arbeitt sum herprestur.

Hon hevur ta seinastu tíðina røkt nøkur vikariat í føroysku fólkakirkjuni. Tað seinasta var í Norðstreymoyar prestagjaldi í februar, mars og apríl 2025.

Í Suðurstreymoyar vestara prestagjaldi eru bygdirnar Argir, Norðradalur, Syðradalur, Kirkjubøur, Velbastaður, Hestur og Koltur.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 23. mai 2025

27 Leygardagur 24. mai 2025

Kirkjugarðurin Í Vestmanna verður útbygdur

Kirkjugarðurin á Knúgvum í Vestmannaverður nú útbygdur, og hetta fer at tryggja gravarpláss komandi áleið 20 árini, skrivar Vestmanna kommuna

 
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Tá ið farið var undir undanarbeiðið til kirkjugarðin á Knúgvum í 1991, var skipað fyri arkitektakapping, og skuldi uppskot gerast fyri alt økið á Knúgvum. Vinnandi uppskotið var frá Gudmundi S. Hansen, arkitekti.

Av fíggjarligum ávum var tó valt bara at gera aðru síðuna og ikki allar hillarnar norðurneftir. Tað var Pf. á Heygnum í Saltangará, sum stóð fyri arbeiðinum og Jóni Durhuus gjørdi betongarbeiðið. Kirkjugarðurin á Knúgvum varð vígdur í mars 1997.

Síðan tá eru fleiri hillar gjørdar, og tvær tær síðstu vóru gjørdar fyrraárið.

Tað eru tó bara gravarpláss eftir til nøkur fá ár fram í Vestmanna, so tað er í tøkum tíma, at farið verður undir útbyggingina. Við útbyggingini verða 200 gravarpláss tøk afturat.

Við nýggju gravarplássunum verður tryggjað eitt nátúrligt skifti millum báðar kirkjugarðarnar á Knúgvum til gamla kirkjugarðin við kirkjuna, so at tað ikki verður neyðugt at byggja út í framtíðini.

Útbyggingin er løgd til rættis við virðing fyri núverandi sniði á kirkjugarði, við hillum eftir lendinum.

Articon ger arbeiðið og fyritøkan væntar, at arbeiðið tekur áleið fimm mánaðir.

[object Object]

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 23. mai 2025

28 Leygardagur 24. mai 2025

Innkomuvegurin fær navnið "Havnarvegur"

Tað varð samtykt á býráðsfundi hóskvøldið

(Mynd: Articon)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Tórshavnar býráð var ikki samt við meirilutanum í gøtunavnanevndini um at kalla nýggja innkomuvegin til Havnar "Ytri ringvegur".

Hósdagin varð samtykt at navnið skal vera "Havnarvegur". Hetta var nakað sum minnilutin í gøtunavnanevnini, Jógvan Arge og Marius Rein, mæltu til.

[object Object](Mynd: Articon)

Samtykt var eisini at ovasti partur av Sundsvegnum framvegis skal eita Sundsvegur líka niðan til endan. Eisini hóast Gøtunavnanevndin mælt itil, at ovasti partur av Sundsvegnum skuldi eita "undir Villingafossi".

Eftir ætlan letur Havnarvegur upp um mánaðarskiftið juni og juli.

Í Havn er frammanundan ein vegur, sum eitur Havnargøta. Tað er vegastrekkið millum rundkoyringina við Skansan og Kongabrúnna.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 23. mai 2025

29 Leygardagur 24. mai 2025

Yvir eina millión afturat til Søldarfjarðar skúla

Har er ikki skúlagongd longur, men vøggustova umframt millum annað taekwondo-ítrótt á staðnum. Fimta byggistig umfatar umvæling av veggunum á norðara enda

Tórbjørn Jacobsen, borgarstjóri, og Heri Hansen fyri Timburtænastuna (Mynd: runavik.fo)
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

Í nógv ár hevur ongin skúlagongd verið í Søldarfjarðar skúla. Børnini í bygdini og á Skipanesi hava ístaðin havt sína skúlagongd á Glyvrum og í Runavík.

Runavíkar kommuna hevur tó syrgt fyri, at bygningurin hevur verið í brúk.

Seinastu árini hava millum annað vøggustova og taekwondo-ítrótt verið í skúlanum í Søldarfirði, og fyri einum góðum ári síðani vóru tvær nýggjar vøggustovur tiknar í nýtslu í ovaru hæddini.

Hetta var eitt av byggistigunum - ella umvælingarstigunum.

Runavíkar kommuna skrivar, at í fleiri ár eru umvælingar gjørdar eftir tekningum frá Fuglark, sum upprunaliga sniðgóvu bygningin, og í dag var sjøtul settur á byggistig 5 í umvælingararbeiðnum.

Í hesum umfarinum snýr tað seg um at umvæla útveggirnar á norðara endanum á skúlanum.

Í vikuni skrivaðu Heri Hansen, fyri Timburtænastuna, og Tórbjørn Jacobsen, borgarstjóri, undir sáttmála um at fáa framt fimta. stigið í samlaðu ætlanini.

Undirskrivaða avtalan kostar slakar 1,2 milliónir krónur, upplýsir runavik.fo. Timburtænastan hevur avrikað øll hini byggistigini.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 20. mai 2025

30 Leygardagur 24. mai 2025

Brimheim kann vinna tónleikavirðisløn Norðurlandaráðsins

Tónlistakvinnan er ein av teimum tólv, sum eru í uppskoti.

Brimheim hevur seinastu árini av álvara gjørt vart við seg (Mynd: Jens Kr. Vang)
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

35-ára gamla Helena Heinesen Rebensdorff hevur seinastu árini av álvara gjørt vart við seg á tónleikapallinum.

Hon kemur frá einari familju, sum hevur tikist nógv við tað listarliga - millum annað at yrkja og framføra,

Helena hevur listanavnið Brimheim, og tað er kent í millum annað Norðanlondum.

Brimheim kann nú enda við at fáa stóran norðurlendskan heiður. Kringvarpið skrivar dag at siga, og føroyski sangarin og sangskrivarin er í uppskoti tónleikavirðisløn Norðurlandaráðsins.

Umframt stóra heiðurin fær vinnarin 300.000 krónur og eitt steyp. Brimheim er í uppskoti saman við tíggju øðrum tónleikarunum - eitt ljómlið er tað síðsta, sum er í uppskoti: Trondheims Jazzorkester.

Norðurlandaráðið hevur í vikuni kunngjørt tey, sum eru í uppskoti. Sí listan HER

Tað er ikki fyrrenn um fimm mánaðar, 21. oktober, at vinnarin verður kunngjørdur. Hetta verður í Stokkhólmi.

Heilt síðani 1965 hevur hesin heiðurin verið latin.

Brimheim var á FMA fyrr í ár heiðrað sum ársins føroyska tónleikaskald. Eisini vann hon ársins útgávu.

[object Object]

[object Object]
Brimheim fegnast við sínum báðum heiðrum í Varpinum (Myndir: Jens Kr. Vang)

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 20. mai 2025

31 Leygardagur 24. mai 2025

Trump vil hava 50 prosent toll á ES

Hetta skal koma í gildi longu 1. juni, sigur amerikanski forsetin

Donald Trump, amerikanskur forseti (Mynd: EPA)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Amerikanski forsetin Donald Trump leggur upp til ein eyka toll móti ES upp á heili 50 prosent.

Hetta skal koma í gildi 1. juni.

"Kjakið við tey førir ikki til nakað. Tí viðmæli til ein beinleiðis 50 prosent toll á ES, sum byrjar 1. juni 2025.

Tað er eingin tollur, um vøran er bygd ella virkað í USA", skrivar Donald Trump á sínum egna sosiala miðli Truth Sosial.

Higartil hevur Trump lagt ein grundtoll uppá 10 prosent á vørur úr øllum londum. Harafturat hava ES-vørur verið raktar av 20 prosent tolli, men hetta bleiv útsett meðan samráðingar fóru fram við ES.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 23. mai 2025

32 Leygardagur 24. mai 2025

Bingjuskip mundi rent inn í stovuna

Óvanlig stranding í Trondheimsfjørðinum hósmorgunin

(Mynd: NRK)
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

Hósmorgunin mundi norska bingjuskipið NCL Salten siglt inn í eini hús, tá tað rendi á land úti í Trondheimsfjørðinum í Noregi.

135 metra langa skipið rakti land, meðan eigarin av húsinum, Johan Helberg, lá og svav í húsinum, sum liggur heilt niðri í fjøruni við Byneset vestan fyri Tróndheim.

- Hevðiu skipið rakt fimm metrar longur í stýriborð, hevði tað rent inn í húsini hjá mær, og so hevði sæð øðrvísi út, sigur Johan Helberg við NRK.

Hann vaknaði ikki fyrr enn grannin ‘ringdi ógvusliga við hurðaklokkuni’.

- Tað vær rættiliga absurdt. Tá eg hugdi út gjøgnum vindeygað sá  eg inn í eitt risastórt stevni, sigur Johan Helberg.

Tíbetur eru ongar fráboðanir um hvørki mansskaða ella oljuleka í sambandi við óhappið.

Sí fleiri myndir á NRK

[object Object](Mynd: NRK)


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 22. mai 2025

33
Leygardagur 24. mai 2025

Yvir 1 millión alifiskar deyðir í Norðurnoregi

Orsøkin er tvey sløg av algum, ið hava eru blómaðar upp í seinastuni

Algan Chrysochromulina leadbeateri er orsøkin til at nógvir alifiskar í Nordland og Troms ikki yvirlivdu (Mynd: Algelaboratoriet / Havforskningsinstituttet)
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

Fleiri alibrúk í Noregi hava í seinastuni upplivað stórt felli. Sambært Fiskeridirektoratet eru alibrúkini í Sør-Troms og kring Astafjorden tey harðast raktu, skrivar NRK.

Orsøkin er stór uppblóming av algunum Chrysochromulina og Phaeocystis, sum eru til vanda fyri fiskin.

- Fyribils rokna vit við, at ein millión fiskar eru deyðir, harav 250.000 smolt. Uppruddingin heldur áfram í alinótum, har deyðir fiskar liggja á botni, so talið av deyðum fiski verður helst væl hægri, sigur Arnt Inge Berget, leiðari fyri eftirlit og vegleiðing hjá Fiskeridirektoratet við NRK/Troms og Finmark.

Fleiri alifyritøkur í Norðurnoregi eru raktar. Allir alararnir hava upplýst, at tey nú hava tamarhald á støðuni, upplýsir Fiskeridirektoratet.  

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 19. mai 2025

34 Leygardagur 24. mai 2025

Sólorka til svimjihøllina í Gundadali

Umsitingin í Torshavnar kommunu ynskir heimild at gera útbjóðingartilfar og at bjóða út sólorkuskipan til svimjihøllina í Gundadali

 
SkrivaÐ:

Alda Nielsdóttir

Í samsvar við grønu leiðina og samgonguskjalið hjá verandi samgongu í Tórshavnar kommunu, har eitt av málunum er at minka um CO2 útlát frá kommunalum bygningum, ynskir umsitingin heimild at gera útbjóðingartilfar og at bjóða út sólorkuskipan til svimjihøllina í Gundadali.

Kommunan er í einari støðuga tilgongd at knýta kommunalu bygningarnar í varandi orkukeldur, og sambært umhvørvispolitikkinum hjá kommununi er tað týdningarmikið, at "ymisk orkusparandi átøk verða gjørd, tá ið bygningar hjá kommununi verða umvældir, og tá ið nýtt verður bygt".

Samstundis er hetta eisini ein liður hjá Tórshavnar kommunu at fylgja við allari tøkniligari framgongd og vera við í áhaldandi menningini innan aðrar orkukeldur, skrivar Tórshavnar kommuna.

Málið var einmælt samtykt á býráðsfundinum hóskvøldið.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 22. mai 2025

35 Leygardagur 24. mai 2025

Olju- og gassvinnan nærkast Føroyum

Útlendskur stórveitari til olju- og gassvinnuna valdi at leggja útgerð upp í Føroyum, sum síðani verður brúkt til útbygging av olju- og gassleiðini Rosebank eystan fyri Føroyar

Deep Energy rørleiðingsskip á Havnini eftir útgerð til útbygging av olju- og gassleið eystan fyri Føroyar (Myndir: Jan Müller)
SkrivaÐ:

Jan Müller

At olju- og gassvinnan nærkast Føroyum er risastóra veitaraskipið til olju- og gassvinnuna á Atlantsmótinum, sum kom á Havnina í morgun, enn eitt ítøkiligt dømi um.

Í løtuni verða tvær olju- og gassleiðir nærhendis Føroyum útbygdar, og hetta kann, um væl við til, og um føroyingar megna at marknaðarføra seg sjálvar sum framkomið veitaraland í Norðuratlantshavi, koma at geva arbeiði til nógvar hendur her á landi.

Týsmorgunin legði so risastóra  rørleiðingsskipið Deep Energy hjá veitarafyritøkuni Technip til at Skansabryggjuni í nýggju havnini í høvuðsstaðnum. Skipið kom eftir útgerð, sum skal setast á havbotnin millum Føroyar og Hetland. Útgerðin kom við skipi til Havnar nú um dagarnar.

[object Object]

Vanliga brúka slík skip, sum arbeiða í frálandsvinnuni (offshore) havnir í Skotlandi ella í Hetlandi, tí tað oftani er stytri at sigla. Men tá talan er um útbyggingar av olju- og gassleiðum í økinum millum Hetland og Føroyar, eisini nevnt Atlantsmótið, tá er stytsta leiðin oftast at fara til Føroya. Og tað skuldi so eisini verið eitt gott agn, at føroyska samfelagið er so framkomið í allar hugsandi mátar við havnum, útbygdum undirstøðukervi og hópin av fyritøkum, sum skjótt og væl kunnu veita vørur og tænastur av alskyns slag. 

[object Object]

Tað finnast einans fýra av hesum slagnum av skipum í heiminum, og nú skal so eitt teirra vera við til at útbyggja stóru olju- og gassleiðina Rosebank skamt frá føroyska markinum.

[object Object]

Tað hevur verið eitt ynski hjá føroyskum fyritøkum í mong mong ár, at útlendsk oljufeløg brúka føroyskar havnir og vørur og tæntastur, tá tey arbeiða nær Føroyum. Nyttuna av hesum sóu vit m.a., tá níggju brunnar vórðu boraðir á landgrunninum eftir ár 2000, og sum settu nógvar ringar í sjógvin her heima. 

[object Object]Rosebank leiðin liggur so tætt við Føroyar, at stór útlendsk veitarafeløg koma henda vegin við útgerð og fyri at fáa tænastur. 

Útbyggingin av Rosebank er longu í gongd, og er rúgvusmikil útgerð flutt frá Lerwick í Hetlandi út á feltið, har tað verður gjørt klárt at bora fleiri brunnar í næstum. Tann framleiðslan skal so byrja við ársenda næsta ár. Nú sær ikki mætari út enn, at stóru veitarafeløgini hava fingið eygað á Føroyar eisini, nú Technip, ið telist millum stóru veitararisararnar, hevur lagt útgerð upp her og síðani flutt hana víðari til Rosebank við markið. 

Victory - enn ein útbygging eystan fyri

Enn ein stór útbygging av gassleið um okkara leiðir fer fram miðskeiðis millum Hetland og Føroyar og verður nevnd Victory.  

Victory gassleiðin, sum varð funnin í 1977, er í dag ogn hjá Shell, sum ætlar at fara undir framleiðslu av gassi í ár. Í løtuni verður gjørt klárt til hesa framleiðsluna, og tí er nógv fyrireikandi virksemi í økinum.

Alt hetta merkir, at vit fara at síggja ikki færri enn tvær nýggjar framleiðsluleiðir eystan fyri Føroyar innan gott og væl eitt ár.

[object Object]Hesa myndina tók føroyingur umborð á Norrønu seinasta túrin henda vegin. Tey eru farin norður um Hetland, og sigla fram við Victory gassleiðini, har boripallurin Noble Endeveur hómast í havsbrúnni

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 20. mai 2025

36 Leygardagur 24. mai 2025

Eftir 7-1 sigur: NSÍ er nú eitt stig aftan fyri KÍ

Klæmint Andrasson Olsen, Petur Knudsen og Brandur Hendriksson Olsen skoraðu allir tvey mál hvør, tá NSÍ kom sannførandi inn á sigurskós aftur móti FC Suðuroy

Petur Knudsen skoraði tvey mál og legði upp til tvey afturat - hann og hinir í gulum og svørtum kunnu blása nógv lið umkoll (Savnsmynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

HB javnaði í yvirtíðini móti KÍ dýra biðidag, og harvið kundi NSÍ leygardagin nærkast oddaliðnum aftur, tá seinasti dystur í 10. umfari í fremstu mansdeildini var á skránni.

Hetta gjørdi liðið hjá Jens Wedeborg eisini við manér. 

FC Suðuroy helt spenninginum í dystinum við máli til 1-2 seint í 1. hálvleiki - sum Olivur Renéson Thomsen skoraði - men í 2. hálvleiki fór NSÍ-maskinan av álvara í gongd.

Brandur Hendriksson Olsen fekk sítt frísparksmál nummar fimm í ár - eit heilt vakurt av slagnum. Skálvíkingurin var ein av trimum NSÍ'arum, sum gjørdist tvífaldur málskjútti: Hin báðir vóru Petur Knudsen og Klæmint Andrasson Olsen - menninir við ávikavist flest málstigum og flest málum í Betrideildini.

Álopskendi vinstri bakkurin Fabien Ness bjóðaði seg eisini til við flottum máli, og NSÍ nærkast 50 málum, nú tíggju umfør eru farin.

Nú kemur ein skrá hjá NSÍ, sum eitur HB, KÍ, B36 og Víkingur. Her skal liðið spæla upp til sítt høga stig fyri at vera heilt væl við í oddastríðnum og møguliga vera í odda.

Tað var ikki nóg gott hjá FC Suðuroy eftir steðgin í dag. Liðið hjá Pól Thorsteinsson hevur eisini fleiri torførar uppgávur næstu vikurnar.

Úrslit í 10 umfari
Leygardagin 17. mai

FC Suðuroy - NSÍ 1-7 (1-2)
21' 0-1 Klæmint A. Olsen
31' 0-2 Petur Knudsen (Aron Knudsen)
39' 1-2 Olivur Thomsen (Dánjal Godtfred)
48' 1-3 Petur Knudsen, brotsspark
56' 1-4 Fabian Ness (Petur Knudsen)
62' 1-5 Klæmint A. Olsen (Aron Knudsen)
76' 1-6 Brandur Olsen (Petur Knudsen)
85' 1-7 Brandur Olsen

Dýra biðidag, fríggjadagin 16. mai

EB/Streymur - Víkingur 1-2 (1-2)
13' 1-0 Boubacar Sidik Dabo (Meinhard Geyti)
38' 1-1 Jørgen Nielsen (Stefan Radosavljevic)
40' 1-2 Jónatan Lervig (Ingi Jonhardsson)

Reytt kort: 90+3' Andras Olsen

07 Vestur - TB 5-0 (4-0)
08' 1-0 Mikkel Elbæk Jakobsen (Mikkel Hyllegaard)
23' 2-0 Jonathan Timothy Flensborg (Mikkel Hyllegaard)
26' 3-0 Jonathan Tmothy Flensborg(Mikkel Hyllegaard)
33' 4-0 Mikkel Hyllegaard (Brage Kvithyld)
70' 5-0 Filipi Drinic (Edvin Jakobsen)

B68 - B36 2-1 (0-0)
53' 1-0 Sebastian Lau Nielsen (Magnus Jacobsen)
71' 1-1 Mattias Hellisdal (Marius Kryger Lindh)
80' 2-1 Fríði í Túni Petersen

HB - KÍ 1-1 (0-1)
17' 0-1 Patrik Johannesen (Robert Williams)
90+3' 1-1 Sammy Solitaire Skytte (Bartal Wardum)

Støðan: 
1. KÍ 28 stig
2. NSÍ 27 stig
3. HB 19 stig
4. B36 16 stig
5. Víkingur 14 stig
6. EB/Streymur 13 stig
7. B68 11 stig
8. FC Suðuroy 6 stig
9. TB 6 stig
10. 07 Vestur 4 stig

Komandi dystir

Leygardagin 24. mai kl. 17.15: B36 - EB/Streymur

Sunnudagin 25. mai kl. 14.45: TB - KÍ
Sunnudagin 25. mai kl. 15: 07 Vestur - B68
Sunnudagin 25. mai kl. 15: Víkingur - FC Suðuroy
Sunnudagin 25. mai kl. 17.15: NSÍ - HB

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 17. mai 2025

37 Leygardagur 24. mai 2025

KÍ meira enn annað beinið í steypafinaluni

Spæl uppá eitt mál í sólini í Klaksvík. AB stríddist, men sum væntað var KÍ greitt omaná og vann 4-0. Patrik Johannesen skoraði hattrikk

Patrik Johannesen eftir mál hansara í áttandapartsfinaluni móti HB. Tvøramaðurin hevur nú skorað 13 mál í 13 kappingardystum, síðani hann kom aftur til føroyskan fóbólt (Savnsmynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

1. deildarliðið av Argjum hevur staðið seg ógvuliga væl í steypakappingini við at sláa fyrst FC Suðuroy og síðani EB/Streym út.

KÍ er triðja Betrideildarliðið í røðini hjá AB, men tað var helst øllum greitt, at hetta fór at gerast ein ov stórur biti - serliga tí at tað er yvir tvær hálvfinalur.

Eftir fyrru hálvfinaluna í Klaksvík týskvøldið er 4-0. Heimaliðið setti seg á dystin beinanvegin, og skjótt var bert ein spurningur um tíð, áðrenn KÍ fór at skora.

Mál komu í bæði 24. minutti og 25. minutti. Í báðum førum var Patrik Johannesen ísakaldur, eftir at Árni Frederiksberg væl hevði spælt áleyparan frían: Fyrst við einum bólti í dýbdina, og minuttin seinni við beinraknum frísparksinnleggi.

Beint eftir steðgin fekk Árni sítt "uppleggshattrik", tá hann snilt hælaði bóltin víðari til vælupplagda Jóannes Kalsø Danielsen. Í 65. minutti fekk Patrik sítt hatrikk og sítt 13. mál í 13 kappingardystum í ár.

[object Object]Poul Kallsberg og teir kundu fegnast á Toftum mikukvøldið (Savnsmynd: Sverri Egholm)

Víkingur vann sær góðan steypafyrimun á Svangaskarði 

Tað var málleyst størsta partin av dystinum, tá B68 tók ímóti Víkingi í fyrru steypahálvfinaluni í vindinum og sólini á Svangaskarði mikukvøldið.

So bjóðaði Olaf Bárðarson av í vinstru, Ingi Jonhardsson kom við í góðum yvirlappi og smekkaði bóltin innfyri til Poul Kallsberg. Hann skuldi bara seta høvdið á, og so var 1-0.

Hetta hevði verið heilt gott úrslit at havt við sær aftur til Eysturkommunu, men tað gjørdist tvífalt so gott hjá føroyameistarunum, júst sum yvirtíðin fór í gongd: 

Bólturin varð lagdur útfrá til innskifta Árna Nóa Atlason, sum úr stórum 25 metrum smekkaði til. Bólturin sat ógvuliga væl og stórur fagnaður á teimum í ljósabláum.

0-2 á Svangaskarði og nú verður tungt hjá B68.

Kappingin um Løgmanssteypið, fyrru hálvfinalurnar
Týsdagin 20. mai

KÍ - AB 4-0 (2-0)
24' 1-0 Patrik Johannesen (Árni Frederiksberg)
25' 2-0 Patrik Johannesen (Árni Frederiksberg) 
48' 3-0 Jóannes Kalsø Danielsen (Árni Frederiksberg)
65' 4-0 Patrik Johannesen (Jonn Johannesen)

Mikudagin 21. mai
B68 – Víkingur 0-2 (0-0)
77' 0-1 Poul Kallsberg (Ingi Jonhardsson)
90+1' 0-2 Árni Nóa Atlason (Poul Kallsbeerg)

Seinnu hálvfinalurnar verða spældar 17. juni


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 20. mai 2025

38 Leygardagur 24. mai 2025

Sonni er longu støðgaður sum TB-venjari

Hann er í einum fulltíðarstarvi aðrstaðni, og tíðin við spælarunum er ov lítil, segði Sonni Djurhuus tríggjar dagar eftir 5-0 ósigurin móti botnliðnum. Fyri aðru ferð í ár skal TB hava nýggjan venjara

Sonni Djurhuus tók við sum TB-venjari í mars. Í teimum átta umførunum síðani hevur TB fingið fýra stig - ein sigur og ein javnleik (Mynd: Tvøroyrar Bóltfelag)
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

Dýra biðidag var TB fyri fjórða lemjandi ósigrinum síðani tíðliga í apríl: 0-8 móti Skála í steypakappingini, 1-5 á heimavølli móti NSÍ, 0-10 í Klaksvík og so 0-5 móti 07 Vestur.

Tríggjar dagar eftir stórtapið í Sørvági hevur TB váttað, at Sonni Djurhuus ikki longur er høvuðsvenjari í felagnum. Venjarin úr Øravík er tó ikki formliga uppsagdur - TB skrivar, at Sonni hevur ynskt at blíva loystur úr starvi.

Orsøkin er tíðin:

- Sonni er í øðrum fulltíðarstarvi, og hann metir, at starvið sum høvuðsvenjari í Betri Deidini hjá monnum er eitt fulltíðarstarv. Tí metir hann, at tann tíðin hann hevur havt saman við leikarunum hevur ikki verið nøktandi til tað, sum krevst av einum høvuðsvenjara.

Sonni Djurhuus tók við í landsliðssteðginum í mars. Tá hevði TB tvey stig fyri tveir dystir. Undir honum hevur TB fingið fýra stig - øll við Stóra: Ein sigur á 07 Vestur og ein 1-1 javnleik móti B68. 

Nú tíggju umfør eru farin, skal TB fyri aðru ferð í ár veruliga út at leita eftir einum nýggjum høvuðsvenjara.

Áðrenn kappingin byrjaði, vóru Rasmus Nolsøe, umframt teir báðir norðmenninir, sum skuldu stýra tingini saman við lokala venjaranum, ikki longur í sínum leiklutum.

Arbeiði at finna nýggjan høvuðsvenjara til besta mansliðið til elsta felganum í Føroyum er farið í gongd.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 19. mai 2025

39 Leygardagur 24. mai 2025

Bjartalíð spælir helst ikki hesumegin summarsteðgin

Landsdystirnir fyrst í juni eru nær við 100 prosent vissu úti av myndini. Jóannes Bjargalíð hevur verið darvaður av fótskaða síðani í vetur, og hevur ikki spælt nakran kappingardyst í 2025

Tað gongst betri, staðfestir Bjartalíð, men hann er ikki heilt til reiðar enn (Mynd: Andrei Antal)
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

- Málið er at verða klárur til dystin móti Kristiansund, sum er um 17 dagar (11. mai, red). Eg verið nokk klárur til landsliðið í juni, men tað verður ikki við nógvari dystarvenjing.

Soleiðis segði Jóannes Bjartalíð við Kringvarpið 24. apríl. 28-ára gamli klaksvíkingurin fekk ein keðiligan skaða í fótliðin í vetur, og tað var nær við, at neyðugt var við skurðviðgerð.

Tá í apríl var byrjað at síggja gott út, men Jóannes fekk eitt afturstig herfyri. Hetta hevur útsett afturvendanina hjá tekniskt sterka føroyinginum.

- Eg hevði verið klárur fyri vikum síðani, um tað ikki hendi, staðfestir Jóannes Bjartalíð fyri Portalinum.

Jóannes sigur, at tað kennist væl betri nú. Tó er tað ósannlíkt, at hann spælir dystir áðrenn sumarsteðgin: 

- Tað verða nokk nakrar vikur afturat, tí vit fara í summarferiu skjótt, og er klári helst ikki nakað hesumegin summarsteðgin. Man skal tó ongantíð siga ongantíð, tí tað gongur væl nú.

Føroyingurin fær nú serviðgerð í Svøríki - frá fyrrverandi og dugnaliga fyisoterapeutinum á føroyska manslandsliðnum Rickard Dahan. Tað eru undir tvær vikur til landsliðið savnast, og sum nú er, er ógvuliga ósannlíkt, at Jóannes Bjartalíð fær verið partur av tí.

Jóannes var heldur ikki við til fyrstu EM-undandystirnar í mars. Hann hevur verið í Fredrikstad í tvey og eitt hálvt ár í Fredrikstad. Har hevur hann verið við til at flutt upp í bestu norsku deildina og vunnið norsku steypakappingina - eisini var Jóannes Bjartalíð kosin besti spælarin í OBOS-deildini í 2023. Hann hevur ikki spælt nakran kappingardyst í ár.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 21. mai 2025

40 Leygardagur 24. mai 2025

HB blandar seg upp í oddastríðið

Kvinnurnar hjá HB hava nú bæði bast NSÍ og KÍ í ár. Sunnudagin varð talan um 3-1 sigur á oddaliðnum úr Runavík, sum annars hevði fult stigatal áðrenn. Tveir triðingar av grundspælinum eru farnir

HB-liðskiparin, Sunniva Willemoes, skoraði eitt av málinum í søta sigrinum á NSÍ (Savnsmynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

Níggjunda umfar í Betrideildini hjá kvinnum var á skránni sunnudagin, og serliga eitt úrslit skein í eyguni.

Í sólini í Gundadali gjørdi HB bart, og vann 3-1 á NSÍ. Undan dystinum hevði NSÍ annars fult stigatal fyri átta umfør.

Ása Stórá Carlsen, Sunniva Willemoes og Elin Maria Isaksen skoraðu fyri heimaliðið, áðrenn Helga Mikkelsen minkaði fyri oddaliðið.

NSÍ er odda lið við 24 stigum, men nú er frástøðan til KÍ (trý stig) umframt til til HB og Víking (fimm stig) minkað. Unga HB-liðið hevur nú bæði vunnið á KÍ og NSÍ. Nú tveir triðingar av grundspælinum eru farnir afturum, er rættuliga tætt millum fremstu liðini.

Hinir tríggir dystirnir í 9. umfari vórðu eisini spældir sunnudagin. Á Dungasandi vann Víkingur 3-0 á 07 Vestur. Á Djúpumýru í Klaksvík varð B36 sent heim við einum 9-0 tapi, og undir Mýruhjalla vann Skála 8-0 ímóti FC Hoyvík.

9. umfar í Betri deildini fyri kvinnur
Sunnudagin 18. mai

HB - NSÍ 3-1 (1-0)
14' 1-0 Ása Carlsen (Lisa Haraldsen)
49' 2-0 Sunniva Willemoes (Teresa Jacobsen
78' 3-0 Elin Maria Isaksen
90+2' 3-1 Helga Mikkelsen (Julia Naomi Mortensen)

KÍ - B36 9-0 (5-0)
01' 1-0 Malena Olsen (Tóra Mohr)
08' 2-0 Tóra Mohr
30' 3-0 Sólja Ernstsdóttir (Eyðvør Klakkstein)
31' 4-0 Durita Hummeland (Tóra Mohr)
40' 5-0 Durita Hummeland (Sólja Ernstsdóttir)
49' 6-0 Malena Olsen (Durita Hummeland)
76' 7-0 Tóra Mohr (Tórunn Joensen)
82' 8-0 Sólja Ernstsdóttir (Eyðvør Klakkstein)
90+2' 9-0 Maria Johansen (Tórunn Joensen)

07 Vestur - Víkingur 0-3 (0-1)
21' 0-1 Jensa Tórolvsdóttir
48' 0-2 Sjálvmál
61' 0-3 Hanna Højgaard (Sára á Líðarenda)

Skála ÍF - FC Hoyvík 8-0 (5-0)
03' 1-0 Sjálvmál
16' 2-0 Sara Benjaminsen (Alda Petersen)
43' 3-0 Sara Benjaminsen (Arnfríð Jacobsen)
44' 4-0 Sara Benjaminsen (Jakobina Bergsdóttir)
45' 5-0 Arnfríð Jacobsen (Anna Katrina Poulsen)
65' 6-0 Jakobina Bergsdóttir
76' 7-0 Sara Benjaminsen
81' 8-0 Sara Benjaminsen (Alda Petersen)

Reytt kort: 77' Katrin Knudsen, FC Hoyvík

Støðan

NSÍ 24 stig
HB 19 stig
KÍ 18 stig
Víkingur 16 stig
B36 12 stig
07 Vestur 6 stig
Skála ÍF 3 stig
FC Hoyvík 0 stig

Komandi dystir

Fríggjakvøldið 23. mai: Skála ÍF - 07 Vestur

Leygardagin 24. mai kl. 16: NSÍ - FC Hoyvík

Sunnudagin 25. mai kl. 13: B36 - HB
Sunnudagin 25. mai kl. 18: Víkingur - KÍ


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 20. mai 2025

41 Leygardagur 24. mai 2025

Brá og Malena avloysa Petru og Rakul

Orsaka av skúlagongd og próvtøkum hava Petra Hoydal og Rakul Sørensen givið avboð til dystirnar móti Moldova og Slovakia. Í teirra stað koma Brá Zakariasardóttir og Malena Olsen

Brá Zakariasardóttir (Savnsmynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Føroyska A-landsliðið við kvinnum hevur tveir dystir eftir at spæla í verandi Nations League kapping. Komandi fríggjadag er útidysturin móti Moldova á skránni, og týsdagin 3. juni spæla Føroyar og Slovakia á Tórsvølli.

Her fyri kunngjørdi landsliðsvenjarin, Pætur Smith Clementsen, hópin til komandi uppgávur, men nú er greitt, at venjarin verður noyddur at síggja burtur frá Petru Hoydal og Rakul Sørensen.

Báðar eru upptiknar við skúlagongd og próvtøkum í hesum døgum, og hava tískil givið avboð.

Í staðin hevur Pætur Smith Clementsen úttikið Brá Zakariasardóttir, sum spælir fyri Fortuna Hjørring í Danmark, og Malenu Olsen úr KÍ.

Undan dystunum eru Føroyar nummar 3 í bólkinum við 9 stigum. Slovakia er fremst við 12 stigum, Moldova hevur 3 stig, meðan Gibraltar er aftast við ongum stigi.

[object Object]Malena Olsen (Savnsmynd: Sverri Egholm)



Greinin varð fyrstu ferð løgd út 21. mai 2025

42 Leygardagur 24. mai 2025

Niðurlond lyftu EM-steypið á Tórsvølli

Tær í appelsinlittum vunnu EM-endaspælið fyri U17-gentur. Finalan móti Noreg á Tórsvølli farna leygarkvøld endaði 2-1

Stórur fagnaður á dugnaligu gentunum hjá Niðurlondum, sum seinastu tvær vikurnar hava spælt flottan fótbólt í Føroyum (Mynd: UEFA)
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

Eitt søguligt fótbóltskvøld í Føroyum farna leygarkvøld endaði við, at ein av EM-favorittunum vann og kundi lyfta steypið.

Eins og í bólkaspælinum, vunnu Niðurlond á Noregi, og so var stórur fagnaður á teimum í appelsinlittum.

Øll trý málini í finaluni á Tórsvøll komu fyri steðgin. Niðurlond løgdu út sum eitt óløgi, og eftir tríggjar minuttir varð 1-0, tá Tess van der Vliet skoraði. Ranneke Derks úr PSV varð eftir dystin kosin besti spælarin í kappingini. Hon økti til 2-0 stutt fyri steðgin.

Toppskjúttin í kappingini, norska Marie Preus, minkaði um munin tíggju minuttir fyri steðgin, og so var veruligt lív í finaluni aftur. 

Tað var týðiligt, at støðið var høgt hjá liðunum, sum Føroyar hittu í bólkaspælinum. Spenningurin var eisini stórur heilt til seinast.

Tað endaði við 2-1 sigri, og so kundi Rannvá Biskopstø Andreasen sum umboð fyri FSF og føroyskan fótbólt koma gangandi inn við steypinum og handað niðurlendingunum tað.

[object Object]
Stórur fagnaður á Tórsvølli (Mynd: UEFA)

[object Object]
Niðurlond vunnu allar dystirnar í kappingini í Føroyum - hálvfinaluna móti Fraklandi eftir brotssparkskapping í Klaksvík (Mynd: Sverri Egholm)

Harvið eru tvær vikur av heilt góðum ungdómsfótbólti á føroyskari jørð av. Tað eydnaðist væl hjá FSF at skipa fyri stóru kappingini, sum Niðurlond vunnu eftir fimm sigrar.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 17. mai 2025

43 Leygardagur 24. mai 2025

Føroyar møta Montenegro, Spania og Paraguai

Føroysku hondbóltskvinnurnar spæla HM-endaspæl í november og desember

(Mynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Føroyar spæla ímóti Montenegro, Spania og Paraguai í bólkaspælinum í HM-endaspælinum, sum verður í Niðurlondum og Týsklandi í november og desember.

Lutakastið var í Noordbrabants Museum í niðurlendska býnum 's-Hertogenbosch hósdagin.

Longu undan lutakastinum var greitt, at føroysku kvinnurnar skulu spæla í týska býnum Trier. Spælt verður í Trier Arena, sum tekur umleið 5.400 áskoðarar.

Spennandi lutakast
Talan er um spennandi lutakast fyri Føroyar. Til seinasta EM, í 2024, gjørdist Montenegro nummar 8, Spania nr. 13. Føroyar gjørdust nummar 17.

Til seinasta HM, sum var í 2023, gjørdist Montenegro nr. 7, Spania nr. 13. og Paraguei nr. 29. Føroyar vunnu seg ikki til endaspælið.

Úr potti 1, sum eru tey bestu liðini, var eisini longu frammanundan greitt, at Føroyar skuldu hitta Montenegro. Øll hini liðini í potti eitt vóru staðsett til ymisku vertsbýirnar frammanundam.

Spania gjørdist liðið úr potti 2, og úr potti 4 gjørdist tað Paraguai. Føroyar eru í potti 3.

[object Object]

HM er øðrvísi enn EM á tann hátt, at tá bólkaspælið er liðugt fara trý tey ovastu í bólkinum víðari til meginumfarið, sum verður spælt í Dortmund og Rotterdam.

Niðastu liðini í bólkunum verða savnað í sonevndum President's Cup, sum verður spælt í s-Hertogenbosch.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 22. mai 2025

44 Leygardagur 24. mai 2025

EM-atgongumerkini gingu sum heitt breyð

Eftir fáum minuttum vóru fá setur, sum ikki vóru seld ella upptikin. Yvir 3.000 føroyingar tryggjaðu sær mikudagin pláss í Unity leikhøllini í Oslo

Føroyingar í Berlin í januar 2024. Heilt nógv vilja uppliva nakað líknandi í januar 2026 (Savnsmynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

Tey, sum ikki keypa gjøgnum ferðaskrivstovu, skuldu sita til reiðar klokkan 10 mikumorgunin fyri at tryggja sær pláss í stóru føroysku bólkunum í Unity leikhøllini.

Hetta var veruliga neyðugt, tí á skipanini hjá eventim.no sást longu heilt fáar minuttir eftir klokkan 10, at hetta var knapt: Føroyski áhugin fyri EM-endaspælinum í januar 2026 er risastórur - tað vóru umleið 3.000 atgongumerki sett til sølu har í dag. 

Sum klokkan gekk ímóti 10.30 sást á sosialu miðlunum, at fólk stríddust fyri at fáa pláss. Summi stóðu til at vera tøk, men vóru ikki tøk kortini, tá man so fór inn á at keypa. Fleiri áhugaðir føroyingar hava í løtuni ikki atgongumerki til teir tríggjar bólkaspælsdystirnar.

Annars riggaði norska skipanin rímiliga væl. Heimasíðan hjá Hondbóltssambandinum var óvirkin einca løtu, tí so nógv fóru inn at heinta kotuna, sum man skuldi nýta fyri at fáa keypt atgongumerki. Hon var tó allatíðina tøk á Faebook-síðu Hondbóltssambandsins.

62N og Eventz settu sína pakkaferðir til sølu klokkan 10, og tað sama gjørdi Smyril Line. Atlantic Airways skuldi eisini seta sínar 24 t/r flogferðir til sølu tá, men tekniskir trupulleikar gjørdu um seg.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 21. mai 2025

45 Leygardagur 24. mai 2025

Yvirlit: Hesi vóru tey bestu í føroyskum hondbólti í 2024/2025

Turið Arge Samuelsen og Høgni Heinason vórðu kosin bestu spælarar og fingu eisini aðrar stórar heiðrar

Turið Arge Samuelsen gjørdist enn einaferð toppskjútti og ársins spælari í ár. Høgni Heinason varð eisini valdur ársins stjørnuskot (Mynd: Hondbóltssamband Føroya)
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

Gallaveitslan hjá hondbóltinum var farna leygarkvøld í Bygdarhúsinum á Strondum.

Stranda Ítróttafelag, StÍF, skipaði fyri tiltakinum, meðan Hondbóltssabambandi skipaði fyri heiðringunum. Tað vóru venjarar, spælarar og miðlar, ið atkvøddu.

Hesi vóru heiðrað:

Ársins leikarar:
Turið Arge Samuelsen, Kyndil
Høgni Heinason, H71

Ársins stjørnuskot:
Ró Reginsdóttir, Neistin
Høgni Heinason, H71

Ársins málverjar:
Yui Shibuya, Neistin
Milenko Jelic Jelkan, KÍF

Ársins dómarar:
Jógvan Skeel Nolsøe
Thomas Juul Thomsen

Ársins verjuleikarar:
Bjarta Osberg Johansen, Kyndil
Tony Hammer Weyhe, KÍF

Ársins áleyparar:
Turið Arge Samuelsen, Kyndil
Tobias Thisen, Kyndil

Ársins venjarar:
Helgi Hoydal, H71 (kvinnur)
Hjalti Mohr Jacobsen, Kyndil (menn)

Toppskjúttar:
Turið Arge Samuelsen, 258 mál, Kyndil
Tobias Thisen 182 mál, Kyndil

Ársins lið kvinnur:
Málverji: Jovana Stranjanac, Kyndil
Vinstri vongur: Hervør Niclasen, Neistin
Vinstri bakkur: Turið Arge Samuelsen, Kyndil
Miðja: Anna Elisabeth Weyhe, H71
Høgri bakkur: Elsa Egholm, H71
Høgri vongur: Karin Egholm, H71
Strika: Bjarta Osberg Johansen, Kyndil

Ársins lið menn:
Málverji: Milenko Jelic Jelkan, KÍF
Vinstri vongur: Sjúrður Olsen, VÍF
Vinstri bakkur: William Skovsager, Kyndil
Miðja: Høgni Heinason, H71
Høgri bakkur: Tobias Thisen, Kyndil
Høgri vongur: Niklas Gaard, Neistin
Strika: Sakaris Sakarisson, H71


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 18. mai 2025

46 Leygardagur 24. mai 2025

Peter Krogh aftur í H71

Áhugi var eisini fyri roynda og sterka verjuspælaranum - og skjúttanum - í millum annað Kollafirði. 34-ára gamli landsliðsspælarin skal fyrst koma fyri seg eftir ryggskaða. Krogh skal eisini vera venjari í H71

Um alt gongst væl við skurðviðgerð og uppvenjing, so verður Peter Krogh skjótt at síggja í svarta búnum aftur - hann verður í øllum førum nógv í Hoyvíkshøllini, sum var heimavøllur hansara í nærum átta ár (Savnsmynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

Tvey tey seinastu árini hevur hann verið i Aarhus HC - saman við Teis Horn Rasmussen - í næstbestu donsku deildini. 

Seinastu tíðina hevur ljóðað, at Peter Krogh og familjan fóru at venda aftur til Føroyar, og í vikuni varð tað endaliga váttað.

KÍF hevur ligið framvið, men nú hevur Krogh gjørt avtalu við felagið, sum hann á fyrsta sinni kom til í 2015. Hetta fyri 2025/2026.

[object Object]
Peter Krogh í skotroyndu í einum av sínum mongu steypafinalum við H71 (Savnsmynd: Sverri Egholm)

Í 2023 endaði tíðin í H71, fyribils, við greipuni. Samanlagt gjørdist talan um heilt nógv steyp í svørtum og reyðum. 34-ára gamli spælarin skal, umframt at spæla,  eisini vera vernjari í felagnum í Hoyvík. 

Áðrenn Krogh kemur aftur á vøllin skal hann tó skurðviðgerast og koma fyri seg. Landsliðsspælarin hevur ongan kappingardyst spælt í 2025. Orsøkin er ein ryggskaði; ein diskus.

Tað er ikki bara sum at siga tað. Peter Krogh hevur verið fastur fúsur á landsliðnum síðani 2017 og var eisini liðformaður til og við skaðan. Krogh var við til EM-endaspælið í 2024 - so er spurningurin nær, og um, hann kemur so mikið fyri seg, at sterki verjuspælarin fær ein leiklut aftur á landsliðnum.

[object Object]
Peter Krogh og Teis Horn Rasmussen. Seinastu tvey árini hava teir, umframt at vera landsliðsliðfelagar, eisini spælt saman í Aarhus. Peter hevur ikki spælt í ár vegna skaða (Mynd: Sverri Egholm)

Bakkurin og miðverjin kann í øllum førum verða ein styrkur fyri H71, sum júst farna kappingarár gjørdist steyavinnari men sum var júst ov stutt í FM-finalunum móti Kyndli.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 23. mai 2025

47 Leygardagur 24. mai 2025

19 U17-leikarar úttiknir til Nordic Open

6. til 8. juni verður fleirtjóða ungdómskapping í hondbólti í Føroyum

(Mynd: HSF)
SkrivaÐ:

Alda Nielsdóttir

Vikuskiftið 6. til 8. juni verður stórsligin ungdómskapping í hondbólti fyri U17-menn í Føroyum.

Talan er um nýggja kapping, rópt Nordic Open, í ár fyri aldursbólk 2008 og 2009, sum Hondbóltssamband Føroya skipar fyri.

Umframt Føroyar luttaka Týskland, Sveis og Ísland í kappingini.

Føroyar spæla fyrsta dyst móti Íslandi 6. juni í Bylgjuni í Runavík. 7. juni spæla Føroyar móti Týsklandi við Tjarnir, og 8. juni spæla Føroyar og Sveis við Tjarnir, skrivar Hondbóltssamband Føroya.

19 leikarar eru úttiknir til at umboða Føroyar. Teir eru:

Málverjar:
Micah Wardum Ragnarsson, H71
Jákup Arngrímsson Müller, Valur
Rókur av Skarði, Neistin

Útileikarar:
Gilli Reginson, Neistin
Teitur Hellisdal, Kyndil
Klæmint Ludvig, H71
Axel Holm Simonsen, H71
Regin Dam, Neistin
Gabriel Nolsøe Petersen, Kyndil
Rani Johannesen, Neistin
Petur Tóri Jacobsen, H71
Hákun Rask Olsen, Neistin
Mortan Eyðunarson, Ikast FS
Boas á Skipagøtu, H71
Páll Müller, Team Klaksvík
Hugin Halgilson, H71
Teitur Bogason, Kyndil
Brandur Debes Dánialsson, Ajax København
Árni Lassen, Neistin


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 17. mai 2025

48 Leygardagur 24. mai 2025

Ódnartøk: Methøg luttøka og ógvuliga spennandi róðrar

Samanlagt vóru 80 bátar til tær tríggjar stevnurnar. Tann seinasta var í Norðragøtu leygardagin. Upphitingin til FM-róðrarnar gav nógvar tættar kappingar

 
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

Ársins Ódnartak, ið hevur rótfest seg sum ein fastur táttur í føroyskum kappróðri, endaði við einari stórari og væl eydnaðari stevnu í Norðragøtu 17. mai. 

Kappingin í ár fevndi um tríggjar stevnur – í Runavík 26. apríl, í Miðvági 10. mai og til síðst við stóru finaluni í Norðragøtu. Nógvir áskoðarir vóru til allar tríggjar stevnurnar, umframt at allir róðrarnir vórðu stroymdir.

Við heili 80 bátum, ið luttóku yvir allar tríggjar stevnurnar, varð sett nýtt met fyri Ódnartøk.

Í Norðragøtu møttu 70 bátar til start – hetta er ein stór framgongd, í mun til undanfarnu mettøl: 72 bátar samanlagt og 64 bátar í størstu einstøku stevnu áður.

Men tað vóru ikki bara luttakaratølini, sum gjørdu kappingina minnisverda. Í mongum av bólkunum varð kappingin so jøvn, at bert heilt fáir hálvtrýssindapartar vórðu millum vinnandi bátin og nummar tvey. Spenningurin var eyðsýndur, bæði fyri áskoðarar og rógvarar.

So javnir róðrar eru heldur sjáldsamir at síggja til FM kappróður men ikki til Ódnartak. Heili fimm ferðir endaðu bátar við júst somu tíð, og tað sigur ikki so lítið um støðið á kappingini í ár:

  • Í barnaróðri hjá gentum í Miðvági (OT 2 2025) komu Svalan (VK) og Firvaldur (FSR) javnir á mál við tíðini 0:46.01.
  • Sama endurtók seg í Norðragøtu (OT 3 2025), har Sævarmoy (KRF) og Svalan (VK) vórðu skrásettar við tíðini 0:44.06.
  • Í bólkinum gentur 17-18 ár róðu Jallurin (RK) og Havfrúgvin (VÍF) javnt í Miðvági við tíðini 0:47.26.
  • Hjá 6-mannafør monnum vórðu Sjódrekin (Skála) og Víkingur (HR) javnir í Norðragøtu við 0:39.18.
  • Og hjá 8-mannaførunum endaðu Argjabáturin (AR) og Gøtu Tróndur (TIND) eisini javnir við tíðina 0:36.33.

Ein av teimum mest spentu løtunum komu longu í fyrsta umfari í Runavík, hjá 6mf. monnum, har Sølmundur (NSÍ) og Sundabáturin (NHR) lógu nærum javnir allan vegin, og gjørdist munurin bert 0,03 sekundum teirra millum, tá ið skotini fullu. Talan bleiv beinleiðis um eina málmyndaavtøku (photo finish).

Eisini gjørdist tað ein spennandi róður, tá ið Sundabáturin aftur var í eldinum – hesaferð í triðja umfari í Norðragøtu. Í einari spennandi finalu megnaði hann at halda Skúgvi (SÍF) aftanfyri seg, við einum lítlum muni á 0,06 sekundum.

Í øðrum umfari hjá 8-mannaførunum í Miðvági møttust tveir tungvektarar, Risin (ERF) og Ørvur (HR), í einum taktiskt sterkum róðri. Teir lógu lið um lið nærum allan vegin, og endin gjørdist, at Risin vann við 0,07 sekundum.

Við sterkari luttøku, ágrýtnum rógvarum og róðrum, har hálvtrýssindapartar – og onkuntíð onki – skilti partarnar, hevur Ódnartak 2025 staðfest sítt virði, sum ein stuttlig, spennandi, tøtt og áskoðaravinarlig kapping. Kappingin hevur sanniliga framtíðina fyri sær – og vit gleða okkum longu til næsta ár.

Fyrsti FM-róðurin í ár verður á Norðoyastevnu komandi vikuskifti.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 20. mai 2025

49 Leygardagur 24. mai 2025

17 frælsir íðkarar til oyggjaleikir

Føroyar senda 9 menn og 8 kvinnur til kappingarnar í frælsum ítróttum í Orknoyggjum

Maria Biskopstø, Rebekka Fuglø Poulsen, Oddvør Josephsen og Margit Weihe Fríðmundsdóttir verða allar við aftur á oyggjaleikum í ár (Savnsmynd frá Guernsey: Jens Kr. Vang)
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

20. oyggjaleikirnir standa nú fyri durunum og eru teir fyri fyrstu ferð nakrantíð á Orknoyggjum.

Frælsur Ítróttur Føroya sendir í ár 17 íðkarar avstað – 9 menn og 8 kvinnur – og eru trý av teimum við fyri fyrstu ferð. Tey fara at kappast við íðkarar frá 23 øðrum oyggjasamfeløgum.

Føroysku íðkararnir fara sum einstaklingar at umboða sprint, miðtein, langtein, lop og kast. Og vit klára at manna allar 4 boðrennigarnar – 4x100m og 4x400m hjá kvinnum og monnum, afturat tí gleðiliga, at vit í ár hava eitt fulmannað lið á ½ maraton teininum hjá monnum.

[object Object]Jónas G. Isaksen fekk sítt gjøgnumbrot á seinastu oyggjaleikunum á Guernsey. Spennandi verður at fylgja honum á orknoyggjum (Mynd: Jens Kr. Vang)

Íðkararnir eru hesi:

Menn:

Eiri Jógvansson Glerfoss: 100 metra renning, 200 metra renning, longdarlop 4x100 metra renning, 4x400 metra renning
Jónas Gunnleivsson Isaksen: 100 metra renning, 200 metra renning, 400 metra renning, 4x100 metra renning, 4x400 metra renning
Dánjal Dahl Ljósheim: 400 metra renning, 4x100 metra renning, 4x400 metra renning
Julian Gregersen: 1500 metra renning, 5000 metra renning, ½ maraton
Neli Heldarskarð: 10.000 metra renning, ½ maraton
Rógvi Kárason: ½ maraton
Tummas Petur Sjóvará: 4x100 metra renning, 4x400 metra renning
Tórur Mortensen: Longdarlop, 4x100 metra renning, 4x400 metra renning
Andreas Bjarnastein Antoft: 110 metra rimarenning, 4x100 metra renning, 4x400 metra renning

[object Object]

Kvinnur:

Oddvør Josephsen: 100 metra renning, 200 metra renning, 4x100 metra renning, 4x400 metra renning
Elisabeth Holm Simonsen: 100 metra renning, longdarlop, 4x100 metra renning, 4x400 metra renning
Margit Weihe Fríðmundsdóttir: 200 metra renning, 400 metra renning, 4x100 metra renning, 4x400 metra renning
Maria Biskopstø: 400 metra renning, 800 metra renning, 400 metra rimarenning, 4x100 metra renning, 4x400 metra renning
Rebekka Fuglø Poulsen: 800 metra renning, 1500 metra renning, 4x400 metra renning
Rutt Hjelm Gregersen: 5.000 metra renning, 10.000 metra renning
Teresa Fríðriksdóttir Bláhamar: Hæddarlop, longdarlop, 4x100 metra renning
Sunniva Bogadóttir: Spjótkast 


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 20. mai 2025

50 Leygardagur 24. mai 2025

Andrass vann ironman á Lanzarote

Tryggjaði sær harvið eisini pláss til heimsmeistarakappingina, sum verður í Nice í heyst

 
SkrivaÐ:

Innsent

Farna leygardag gjøgnumførdi Andrass Joensen fyri 10. ferð ein ironman. Til ein ironman verður fyrst svomið  3,86. kilometrar á sjónum, súkklað 180,25 kilometrar og so runnið eitt heilt maraton, 42,2 kilometrar.

Í kappingini Club La Santa IRONMAN Lanzarote gjørdist Andrass fyrstur á mál í bólkinum fyri menn millum 60 og 64 ár, Ironman M60-64.

Tíðin hjá Andrass var 11 tímar og 41:02 minuttir, og var hann góðar 10 minuttir framman fyri nummar tvey í aldursbólkinum, týskaran Luc Dieteren, og góðar 40 minuttir framman fyri nummar trý, fraklendingin P. I. Meur.

Club La Santa IRONMAN Lanzarote var samstundis ein kvalifikatiónskapping til IRONMAN World Championship, sum verður í Nice 14. september í ár, og við sigrinum vann Andrass sær eitt pláss á startlinjuni í Nice.

Andrass greiðir frá á Facebookvanga sínum:

"Tað sær lætt út tá man stendur á pallinum, men eg mátti grava djúpt, sera djúpt fyri at klára at kappast í so høgum tempo. 

[object Object]

[object Object]Andrass ovast á sigurspallinum

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 22. mai 2025

51 Leygardagur 24. mai 2025

LM Kring Føroyar verður í komandi viku

Aftur í ár verður kappast í fimm dagar, og verður tað í døgunum frá mikudegnum 28. mai til sunnudagin 1. juni

(Mynd: Ólavur Frederiksen / Faroephoto)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Tað styttist nú veruliga til stóra súkklukappingin, Leif Mohr Kring Føroyar 2025, fer av bakkastokki. 

Aftur í ár verður kappast í fimm dagar, og verður tað í døgunum frá mikudegnum 28. mai til sunnudagin 1. juni. Tað er Tórshavnar Súkklu- og Triathlonfelag sum, saman við Leif Mohr, skipar fyri hesi kapping.

Føroyar er eitt spennandi land at kappsúkkla í, og fyriskipararnir royna eftir førimuni at gera kappingina so áhugaverda sum til ber. Tað verður seg at betra um karmarnar kring kappingina og at leggja kappingina soleiðis tilrættis, at hon er sum minst til ampa fyri vanligu ferðsluna.

Fimm etapur, fimm oyggjar
Í ár byrja súkklararnir í Eysturoynni og koyra Borðoy, Viðoy, Streymoy og Sandoy.

Mikudagin 28. mai kl. 18  verður lagt fyri í Runavík og koyrt runt Agnið, á Toftir, aftur til Runavíkar og hildið fram allan vegin inn í Skálafjørð út á Skála har vent verður. Skálafjørður verður aftur rundaður og koyrt verur til Skipaneskrossin, um Gøtueiði, gjøgnum Gøtu og gjøgnum tunnilin til Leirvíkar, síðan í undirsjóvartunnilin til Klaksvíkar og á mál við Effo støðina. Teinurin er 61,65 kilometrar, og hæddarmetrarnir eru 940.

Hósdagin 29. mai verður kappast í Norðoyggjum. Bæði startur og mál eru við Effo í Klaksvík og lagt verður fyri kl. 18. Koyrt verður til byrgingina til Kunoyar har vent verður, og koyrt verður gjøgnum Árnafjarðartunnilin. Vent verður í Árnafirði og koyrt gjøgnum Hvannasundstunnilin til Norðdepil og Hvannasund, síðan gjøgnum Viðareiðistunnilin til Viðareiðis, og eftir gamla vegi aftur til Hvannasund, til Norðdepil, víðari til Árnafjørð, har vent verður og koyrt gjøgnum tunlarnar til Ánirnar og aftur til Klaksvíkar.

Teinurin er 53,24 kilometrar og hæddarmetrarnir eru 828.

Fríggjadagin 30. mai leggur Sandoyggin asfalt til Leif Mohr Kring Føroyar. Bæði startur og mál eru í Húsavík, har lagt verður fyri kl. 18. Súkklað verður í Traðir og runt Sandsvatn, aftur til Skálavíkar har vent verður og koyrt aftur runt Sandsvatn til Húsavíkar, Dals og aftur til Húsavík. Teinurin er 54,69 kilometrar og hæddarmetrarnir eru 970.

Leygardagin 31. mai verður byrjað kl. 14 hjá Leif Mohr á Hoyvíksvegi í Havn, og koyrt niðan á Sornfelli. Koyrt verður eftir Kaldbaksvegnum og gjøgnum tunnilin til Kollafjarðar, víðari í Kollfjarðardal og eftir Oyggjarvegum niðan í Hundsarabotn og Sornfelli. Teinurin er 28,65 kilometrar og hæddarmetrar eru 810.

Eisini sunnumorgunin 1. juni verður byrjað hjá Leif Mohr á Hoyvíksvegi. Lagt verður fyri Kl. 10 og rutan er Hoyvíksvegur – Yviri við Strond – Jónas Broncksgøta – Hoyvíksvegur.  Hesin teinur er smáar 4 kilometrar til longdar og hevur 59 hæddarmetrar. Teinurin verður koyrdur trettan ferðir.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 23. mai 2025