

Leygardagur 05. juli 2025 | Nr. 27 | Árgangur 6 | Kr. 0,00
SíÐa 4
SíÐa 2
SíÐa 21
SíÐa 34
SíÐa 36
SíÐa 39
Nýggj útgáva hvønn leygarmorgun kl. 7
Bert fáar dagar eftir at hátíðarhald var í Fámjin í sambandi við at nýggjur tunnil undir Øðraskarð varð tikin í nýtslu, er aftur tunnilshátíðarhald hetta vikuskiftið.
Hesaferð fyri fyrsta kommunala ferðslutunnlinum her á landi, tunnlinum, sum leiðir ferðsluna eftir nýggja innkomuvegnum í Hoyvík undir Húsareyn og yvir í vesturbýin.
Eyðvitað er, at hetta kemur at lætta nakað um ferðslutrýsti á núverandi innkomuvegirnar til Havnina norðaneftir um morgunin og út aftur seinnapartin. Um tað fer at merkjast inni í býnum, at tað verða nakrir bilar, sum sleppa undan at koyra innan fyri ella eftir ringvegnum, verður spennandi at vita. Neyvan so nógv, at vit ikki fara at ilskast inna ferðslupropparnar í meldurtíðini kortini.
Tað var ein djørv avgerð av leiðsluni í høvuðsstaðnum í síni tíð at taka um endan, og taka yvir uppgávuna at føra innkomuvegin, hvørs arbeiði varð sett í gongd fyri yvir 20 árum síðani og síðan hevur staðið sum eitt sár í Hoyvíkshaganum, og føra hann gjøgnum fjallið yvir í Marknagil.
Tað var eisini ein dýr loysn, men tað er jú ein sannroynd, at tað eru ógvuslig tøk, sum skulu takast fyri at loysa ovurstóru ferðsluavbjóðingarnar, sum eru í miðbýnum.
Eitt, sum undrar, nú tunnilin og Havnarvegurin verður latin upp fyri almennari ferðslu er, at borgarstjórin nú beint undan upplatingini er farin í súkkluhjálm og knappliga lovar, at tunnilin verður latin upp fyri bleytari ferðslu eisini.
Tað var ongantíð upprunaliga ætlanin. Tað er eisini tí, at tað ikki eru tikin atlit yvirhøvur í vegagerðini til bleyta ferðslu, hvørki gangandi ella súkklandi.
Og við hesari avgerð spælir politiska leiðslan við mannalívum. Tí tað er ein sannroynd, sum ikki kann afturvísast, at ferðslutrygdin verður munandi versnað, um loyvt verður súkklandi at brúka tunnilin. Ja, tað verður bara ein spurningur um tíð, til onkur fer at liggja eftirá.
Og uppaftur meira óskiljandi er tað, at kommunan loyvir hesum, tá kommunan ikki eingang vil tryggja tunnilin við einum GSM-sambandi, sum er alneyðugt fyri at tryggja tilbúgvingini at arbeiða, um og tá vanlukkan er hend. Sum eigari og ábyrgdari av landsins fyrsta tunnli er tað – sjálvandi – eisini ábyrgdin hjá kommununi at syrgja fyri, at trygdin í tunnlinum er í hásæti.
Tað er hon ikki, um tilbúgvingin ikki fær arbeitt í tunnlinum. Og neyvan heldur við at loyva súkklandi at brúka somu farbreyt, sum bilarnir.
Vónandi verða tað ikki nógvir súkklarar, sum fara at brúka hesa alternativu leið millum Hoyvíkshagan og Marknagil.
Til lukku við Húsareynstunnlinum annars.
- Vit hava fingið váttan fyri, at fartelefonsambandið verður klárt skjótast gjørligt, sigur fútin
Stórt hátíðarhald verður í Havn í morgin í sambandi við at tunnilin undir Húsareyni og innkomuvegurin Havnarvegur verður latin upp fyri almennari ferðslu.
Men tað verður ikki møguligt at tosa í fartelefon í tunnlinum at byrja við.
Tað váttar Michael Boolsen, fúti, fyri Portalinum.
Fútin var sjálvur við til st skriva undir góðkenningina hósdagin saman við umboði fyri Arbeiðs- og brunaeftirlitið.
- Tað eru neyðtelefonir í tunnlinum, og vit hava fingið váttan frá kommununi fyri, at fartelefonsambandið í tunnlinum fer at virka “skjótast gjørligt”, sigur Michael Boolsen.
Undirskriftirnar vórðu settar á góðkenningina á ráðhúsinum hósdagin (Mynd: Ólavur Frederiksen / Faroephoto)
Fútin sigur, hevur fingið játtan fyri, at útgerðin til at kunna samskifta í fartelefon gjøgnum tunnilin er løgd inn, men at tað enn manglar nakað í áðrenn tað kann setast til og brúkast av brúkarunum.
- Tað er við hesum lyfti, at eg havi skrivað undir góðkenningina, sigur hann.
Fyri at ein tunnil kann góðkennast skal ein venjing haldast, har øll trygdarútgerðin í tunnlinum verður roynd. Hendan venjingin var týsdagin 1. juli, tá umleið 20 fólk frá politinum, Tórshavnar Sløkkiliði, Heilsuverki Føroya, Ambulansatænastuni og Tórshavnar kommunu royndu tilbúgvingarætlanina, tøknina, mannagongdir og eftirkannaði samskiftisútgerðina í tunlinum, skrivar heimasíðan hjá Tórshavnar kommunu í dag, og leggur afturat: Politiið, sum er leiðandi samskipari í tilbúgvingini, hevur góðkent tilbúgvingina í Húsareynstunlinum.
Tórshavnar kommuna hevur gjøgnumgingið niðurstøðurnar frá venjingini, og hevur í dag staðfest, at Húsareynstunnilin uppfyllir øll myndugleikakrøv og tískil kann lata upp fyri almennari ferðslu.
Og Arbeiðs- og brunaeftirlitið hevur somuleiðis brunagóðkent Húsareynstunnilin til almenna ferðslu.
Skrivar Tórshavnar kommuna uttan tó at nevna, at onki fartelefonsamband er.
Sum Portalurin hevur skilt, hoyrist útvarp heldur ikki í nýggja 1.700 metra langa Húsareynstunnlinum.
(Mynd: Ólavur Frederiksen / Faroephoto)
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 03. juli 2025
Hátíðarhald verður við tunnilsmunnan við Marknagilsvegin sunnudagin kl. 13.30. Klokkan 15.30 letur tunnilin upp fyri almennari bilaferðslu
Hátíðarhald verður við tunnilsmunnan við Marknagilsvegin, har Elsa Berg, borgarstjóri í Tórshavnar kommunu, og Jón Sigurðsson, stjóri í Articon, halda røður, og síðani fer Bergur Robert Dam Jensen, formaður í teknisku nevnd í Tórshavnar býráð, at klippa snórin.
Eftir tað verður opið hjá fólki at ganga, renna, trilla ella súkkla gjøgnum Húsareynstunnilin og eftir nýggja Havnarvegnum. Inni í tunlinum verður tónleikur við Jóhan Hentze.
Túrurin, sum er góðar 4 kilometrar, endar í stórhøllini við Tjarnir, har ein drekkamunnur verður at fáa.
Klokkan 15.30 lata Havnarvegurin og Húsareynstunnilin upp fyri almennari bilaferðslu.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 01. juli 2025
Tá TV2 í heyst sendir Vild Med Dans fyri seinastu ferð, verður tað við havnarkvinnuni á dansigólvinum
Sissal Norðberg Niclasen verður ein av teimum tíggju dansarunum tá TV2 á seinasta sinni sendir Vild med Dans í heyst.
Tað skilir danski miðilin Se og Hør.
Hon tók danskarar á bóli við lagnum Hallucination í Danska Melodi Grand Prixnum og vann kappingina. Í mai umboðaði hon Danmark í stóra Eurovision, sum var í Sveis, og megnaði at syngja seg víðari til finaluumfarið.
Nú verður tað so eftir øllum at døma á dansigólvinum, at 30 ára gamla havnarkvinnan skal gera um seg.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 01. juli 2025
Løgreglan hevur avhoyrt fólk umborð á Norrøna í sambandi við, at ein maður fór fyri borð leygarkvøldið
Leygarkvøldið fór ein føroyskur maður fyri borð á Norrønu, og tá Norrøna kom á Havnina sunnukvøldið fór løgreglan umborð at avhoyra møgulig vitni í sambandi við hendingina, men tað ber ikki til at staðfesta, júst hvat er, sum er hent, sigur løgreglan.
Fólk sóu hann fara niður við síðuni, men eingin sá tað, tá hann fara fyri borð, sigur vaktleiðarin á løgreglustøðini í Havn, sum leggur afturat, at málið er skrásett sum ein vanlukka.
Maðurin fór fyri borð á dekki sjey, har hitapottarnir eru. Hetta hendi umleið klokkan 19 leygarkvøldið, tá Norrøna varð stødd 12 fjórðingar suður úr norska býnum Mandal.
Norrøna saman við fleiri skipum, eitt nú frá norsku bjargingartænastuni fóru at leita, men sóðu ongantíð nakað aftur til mannin. Eftir at hava leitað í tríggjar tímar, setti Norrøna kósina víðari móti Føroyum.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 30. juni 2025
Hevði svølgt millum 40 og 50 gramm av hassi, helst ætlað til egna nýtslu
Ein maður sum sunnudagin varð afturhildin av tollarunum á flogvøllinum í Vágum undir illgruna fyri at smugla hassj innvortis, hevur fingið eina bót á 7.000 krónur.
Eins og røntenmyndirnar vístu, so var talan um millum 40 og 50 gramm av hassji, vísti tað seg, tá maðurin hevði greitt sínar skyldur, sum vaktleiðarin á løgreglustøðini málber seg.
Løgreglan hevði ongan illgruna um, at endamálið við smuglingini var at selja rúsevnið víðari, og maðurin varð tí skuldsettur sambært veikaru greinini í lógini um euforiserandi evni, og hann fekk sostatt eina bót uttan rættargang. Bótin var áljóðandi 7.000 krónur.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 01. juli 2025
Á sín hátt og við sínum fordómum fylgdi umhvørvisfelagsskapurin drápinum í Leynum herfyri frá byrjan til enda
Tað hoyrist ikki nógv til tey, men tey eru her, umboð fyri umhvørvisfelagsskapir sum Sea Shepherd.
Tey vóru við tá ein stór grind legði beinini í Leynum 12. juni. Talan var um 247 hvalir og grindin varð býtt í drápspartar og heimapartar í Norðstreymoy, Vágum, Kaldbak og Sundi.
Grindadráp kann tykjast ógvusligt fyri fólk, sum ikki eru vaksin upp við tí, og tað er sjón fyri søgn í dokumentarfilmi, sum Sea Shepherd hevur framleitt.
Her fylgja tey grindadrápinum frá byrjan til enda. Enntá tá rovini verða burturbeind í einari gjógv norðan fyri Skæling.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 03. juli 2025
Sambært ársfrágreiðingini rinda Magn og Effo sínum partaeigarum ávikavist 50 og 35 milliónir krónur
Orkufeløgini Pf. Magn og Pf. Effo kunngjørdu herfyri teirra ársroknskapir.
Effo hevði í 2024 eitt ársúrslit upp á 48,9 milliónir krónur, góðar 600.000 krónur lakari enn í 2023.
Magn hinvegin hevði 5,2 milliónir krónur í framgongd í ársúrslitinum í 2024, sum gjørdist 37,2 milliónir krónur.
Stóri munurin á ársúrslitinum hjá Magn og Effo er annars, at Magn hevur tríggjar ferðir so stóra langfreistaða skuld sum Effo. Tískil ávirkar fíggjarkostnaðurin munandi meira raksturin hjá Magn enn hjá Effo.
Sambært ársfrágreiðingini rinda Magn og Effo sínum partaeigarum ávikavist 50 og 35 milliónir krónur.
Í Føroyum hava vit haft tvey feløg, Magn og Effo, sum selja og veita tænastur innan oljusølu og eisini innan grønu orku. Men frá í ár kemur nýggja orkufelagið Spf. Krafta, sum annars var stovnað i 2023 eisini at selja beinleiðis til serliga skip. 2024 roknskapurin hja Krafta er ikki almannakunngjørdur enn. Men av tí at felagið í størsta mun higartil hevur virka sum oljumeklari, verður ikki mett at hetta í 2024 hevur ávirkað stórvegis marknaðarpartarnar hjá Magn og Effo.
Nettosølan hjá bæði Magn og Effo er minkandi eftir tvey ár við metsølu:
Sølan síðstu mongu árini hevur verið býtt áleið javn millum føroysku oljufeløgini. Síðstu fimm árini hevur Effo tó haft eitt vet hægri marknaðarpart, hóast munurin aftur er minkaður í 2024.
Í ársfrágreiðingini hjá Magn stendur, at sølan í 2024 serliga er merkt av øktari sølu til útlendsk skip og øktum vinningi á Magn støðunum. Nevnt verður eisini at marknaðarparturin i 2024 er umleið tann sami sum undanfarna árið.
Í ársfrágreiðigini hjá Effo, sum greiðir frá gongdini, t.d. at sølan til føroysk skip og útlendsk skip er lækkandi umframt at oljusølan til føroysk sethús eisini er minkandi. Marknaðarstøðan verður tó mett at verða tann sama sum í 2023.
Munurin millum oljufeløgini er sambært leiðslufrágreiðingini, at Magn serliga hevur økt sína sølu til útlendsk skip, sum helst eisini ger, at marknaðarparturin hjá Magn økist frá 42,8 prosent í 2023 til 45,9 prosent í 2024.
Marknaðarpartarnir hjá Magn og Effo út frá nettosøluni eru annars vístir niðanfyri.
Rakstartølini hjá Magn og Effo
Tá hugt verður nærri eftir rakstrarroknskapinum hjá báðum feløgunum, Magn og Effo, kann í fyrstu atløgu tykjast, at feløgini hava haft sera góð ársúrslit síðstu árini.
Ársúrslitini hava í stóran mun verið javnt góð øll árini, sum onki óvanligt er í, tá ið tvey feløg á hendan hátt hava deilt oljumarknaðin í Føroyum. Men í mun til stóru nettosøluna, kann ikki sigast, at ársúrslitið í prosentum hevur verið óvanliga stórt í mun til aðrar vinnur.
Tá hugt verður eftir rakstrarlønseminum, sum er ársúrslit áðrenn avskrivingar og rentur (ebitda) hjá báðum feløgum sæst, at ebitda hjá Magn í 2024 var 83,9 milliónir krónur, sum var 9 prosent av nettoumsetninginum.
Sama talið hjá Effo var 82,1 milliónir krónur, og ebitda marginan var 7,5 prosent. Tískil hevði Magn munin í rakstarlønseminum í 2024 áðrenn fíggjarkostnað.
Orsakað av, at Magn í 2024 hevði fíggjarligar útreiðslur á 17,2 milliónir krónur meðan Effo ”bert” hevði 7,5 milliónir krónur í fíggjarútreiðslum, so ávirkaði hetta ársúrslitið meira neiligt hjá Magn enn hjá Effo í 2024.
Ársúrslitið eftir skatt hjá Effo gjørdist 48,9 milliónir krónur, sum var 4,5 prosent av nettosøluni. Tilsvarandi var ársúrslitið hjá Magn 37,2 milliónir krónur, sum var 4,0 prosent av nettosøluni.
Viðmerkjast skal at Magn hevði størstu framgongdina í ársúrslitinum í 2024, sum var 5,2 milliónir krónur í mun til Effo sum, hevði smáar 600.000 krónur í minni ársúrsliti í 2024.
Fíggjarstøðan hjá Magn og Effo
Munurin á feløgunum Magn og Effo tá talan er um fíggjarstøðuna er stórur.
Samlaðu ognirnar hjá Magn og Effo vóru við árslok 2024 ávikavist 342,8 og 397,8 milliónir krónur.
Men størsti munurin er, tá hugt verður eftir skyldunum og eginognini hjá báðum feløgunum.
Langfreistaða skuldin hjá Magn við árslok 2024 var 180 milliónir krónur meðan Effo hevði langfreistaða skuld á 66,3 milliónir.
Effo hevði við árslok 2024 eina eginogn upp á 182,7 milliónir, sum gevur eitt trygdarevni á 46 prosent, sum er gott.
Magn hevði eina eginogn á 13,6 milliónir, eitt trygdarevni á bert 4 proent, sum verður roknað at vera lágt.
Tískil er Effo eitt munandi fíggjarliga sterkari felag enn Magn, tá hugt verður eftir 2024 roknskapunum.
Vinningsbýti
Bæði Magn og Effo hava rindað sera stór vinningsbýti síðstu 10 árini til sínar eigarar. Samanlagt hava orkufeløgini rinda 505 milliónir krónur út til sínar eigarar í vinningsbýti síðani 2015.
Vinningsbýtið hjá Magn og Effo í 2024 var ávikavist 50 og 35 milliónir krónur.
Lyklatøl
Nøkur útvald lyklatøl hjá Magn og Effo síggjast á tabellini niðanfyri.
Eigari av Pf. Magn er Spf. Orkufelagið, har høvuðspartaeigarin er Spf. Frá 27.juni 2007, umframt aðrar føroyskar og íslendskar eigarar.
Stjóri í Pf. Magn er Suni E. Justinussen. Nevndarformaður er Jan Petersen.
Eigari av Pf. Effo eru Kolan Aps og Pf. Tjaldur, sum er høvuðspartaeigarar, umframt LÍV, Pf. Varðin, Pf. Framinvest og aðrir smærri eigarar.
Stjóri í Pf. Effo er Gunnar Nielsen. Nevndarformaður er Janus Thomsen.
--
Greiningin er gjørd av Birgir Nielsen og ráðgevarafyritøkuni Nira Sp/f
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 04. juli 2025
Miðal sethúsaprísurin í Havn er nú 4,4 milliónir krónur – miðal prísurin fyri landið er komin upp á 3 milliónir
Sethúsaprísirnir í Tórshavn hækkaðu 6 prosent fyrsta ársfjórðing í 2025 samanborið við miðalprísin í 2024.
Tað vil siga, at miðalprísurin fyri eini sethús í Tórshavn nú er 4,4 milliónir krónur.
Í Føroyum hækkaðu sethúsaprísirnir 9 prosent fyrsta ársfjórðing í 2025, og sostatt er miðalprísurin á sethúsum nú komin upp á 3 milliónir krónur.
Seinastu 10 árini er miðalprísurin fyri sethús í Tórshavn tvífaldaður. Frá at vera góðar 2,1 milliónir krónur í 2015 táttar hann nú, sum nevnt, í 4,4 milliónir krónur. Taka vit alt landið undir einum, eru sethúsaprísirnir tvífaldaðir frá góðum 1,4 milliónum krónum til góðar 3 milliónir krónur.
- Vit síggja eingi tekin um, at prísurin lækkar í næstum. Í stuttum kann sigast, at útboðið er ov lítið í mun til eftirspurningin. Tað mangla búeindir; fleiri sløg og í øllum støddum og príslegum. Vit selja nógvar ognir kring landið og síggja, at prísirnir eru farnir upp nógv tey seinastu árini. Vit síggja eisini, at undirstøðukervið spælir ein stóran leiklut, tá fólk taka avgerð um, hvar tey vilja búseta seg. Tað sóu vit, tá Vágatunnilin kom, tá Eysturoyartunnilin kom, og vit síggja tað aftur nú, Sandoyartunnilin er komin, sigur Kára á Dunga, stjóri í Betri Heimi.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 01. juli 2025
Skattarættingar gjørdar fyri stívliga 291 milliónir krónur. Hetta er tað størsta nakrantíð
Skattaeftirlitið hjá TAKS hevur nú gjørt upp fyri 2024, og úrslitið vísir, at gjørdar eru rættingar fyri stívliga 291 milliónir krónur. Hetta eru størstu rættingar nakrantíð, og tær geva landskassanum eina nettoinntøku á 82 milliónir krónur afturat. Hetta er greið ábending um, at eftirlitið hjá TAKS virkar væl og gevur úrslit.
Flestu rættingarnar vóru knýttar at feløgum
Av teimum 291 milliónunum stavar meginparturin – 272 milliónir – haðani.
Hjá einstaklingum vórðu rættingar gjørdar fyri góðar 19 milliónir krónur.
- 291 milliónir er størsta rætting, vit nakrantíð hava gjørt. Tað vísir, at eftirlitið virkar, og at vit hava dugnalig fólk á uppgávuni – og tað eru vit errin av, sigur Eyðun Mørkøre, stjóri á TAKS.
- Seinastu árini hava vit sæð, at einstøk eftirlit kunnu hava stóra ávirkan, og 2024 var einki undantak. Hetta undirstrikar, hvussu týðandi tað er, at TAKS hevur eitt nútímans og vælvirkandi eftirlit, leggur hann afturat.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 01. juli 2025
Integratiónslógin leggur dent á, at landsmyndugleikar og kommunalir myndugleikar skulu arbeiða saman fyri at lyfta integratiónsøkið í felag
1. juli varð integratiónslógin sett í gildi. Lógin skipar tilgongdina fyri integratión í Føroyum og gevur myndugleikum greiðar heimildir at seta í verk og fremja integratiónsfremjandi tiltøk.
Løgtingslógin er galdandi fyri allar útlendingar, sum hava uppihaldsloyvi í Føroyum.
Bæði landi og kommunum verður álagt at veita integratiónsfremjandi tiltøk, samstundis sum ymisk krøv verða sett tilflytarum. Integratiónslógin leggur dent á, at landsmyndugleikar og kommunalir myndugleikar skulu arbeiða saman fyri at lyfta integratiónsøkið í felag.
Løgtingslógin kemur í gildi í stigum, sum eru skipað soleiðis:
1. juli 2025: Kommunurnar skulu skipa fyri kunnandi fundum fyri tilflytarum, sum nýliga eru fluttir til Føroya. Integratiónsmyndugleikin skal skipa fyri integratiónssamrøðum. Kommunur og integratiónsmyndugleikin skulu skipa fyri integratiónsfremjandi tiltøkum og almennari kunning, og integratiónsmyndugleikin skal ráðgeva og vegleiða almennum myndugleikum, kommunum, stovnum, fyritøkum og øðrum um integratión og integratiónsfremjandi tiltøk.
1. januar 2026:Tilflytarar, sum hava børn undir skúlaaldur, fáa tilboð um heimavitjan av heilsufrøðingi, skeið um føroyska mentan og samfelagsviðurskifti, og skeið um integratión hjá børnum.
1. juli 2026:Kommunur skulu hava integratiónssamskipara og skulu veita børnum, sum ikki hava føroyskt sum móðurmál, eina skipaða trivnaðarætlan á dagstovnum.
Kunnandi fundur um integratiónslógina hevur verið í Havn, og kunnandi fundir verða væntandi í Suðuroy og í Norðoyggjum eftir summarfrítíðina.
Løgmálaráðið og integratiónsmyndugleikin, sum er partur av Útlendingastovuni, samstarva við avvarðandi áhugapørtum og myndugleikum um fyrireikingarnar at seta integratiónslógina í verk.
Integratiónslógin leggur dent á tætt samstarv millum land og kommunur, stovnar, almannagagnligar og sjálvbodnar felagsskapir og fyritøkur, samstundis sum tilflytarin skal luttaka mest møguligt.
Besta integratiónin, sum bæði er til frama fyri íbúgvar og samfelagið, er einans møgulig, um øll lyfta í felag. Samstundis sum ávís krøv verða sett tilflytarum, skulu hesi virða ymisleikan hjá tilflytarum. Integratión merkir sínámillum tillaging av ymiskum mentanum, so hesar kunnu liva lið um lið á felags grundstøði. Integratiónstilgongdin skal tí rúma, at tilflytarar varðveita sína mentan, samstundis sum føroyska mentanin gerst partur av gerandisdegnum, og tilgongdin skal víðka føroyska samfelagið at fevna um mentanirnar hjá tilflytarum.
Kelda: Løgmálaráðið
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 01. juli 2025
Nú er ein nýggj royndarverkætlan sett í verk á Suðuroyar Sjúkrahúsi, sum skal betra heilsutænasturnar í Suðuroynni
Høvuðsparturin av verkætlanini eru talgildar viðtalur, har sjúklingar í Suðuroynni kunnu fáa fakliga viðgerð og ráðgeving frá serlæknum – uttan at fara av oynni.
Talgildu viðtalurnar fara fram á Suðuroyar Sjúkrahúsi, har bæði tøkni og starvsfólk eru til staðar at veita stuðul. Somuleiðis kann sjúklingurin hava avvarðandi við til viðtaluna. Nakrar eindir, eitt nú Familjudepilin og Barna- og ungdómspsykiatriin, eru longu farnar undir skipanina, og eftir ætlan verða fleiri sergreinar lagdar afturat, m.a. innan lungasjúkur, nervasjúkur og diabetes.
Verkætlanin verður skipað í tøttum samstarvi millum serlæknaeindirnar á Landssjúkrahúsinum og Suðuroyar Sjúkrahúsi, við greiðum ábyrgdarbýti og mannagongdum. Endamálið er at skapa eina varandi loysn, sum kann gerast fyrimynd fyri aðrar eindir í heilsuverkinum.
Palliatión – nýggj tænasta í Suðuroynni
Sum liður í royndarverkætlanini er eisini farið undir at menna eina palliativa tænastu í Suðuroynni. Ein sjúkrarøktarfrøðingur er settur at samskipa hetta arbeiðið, umframt at røkja ábyrgdina av talgildu viðtalunum. Tænastan skal veita vegleiðing og ráðgeving til sjúklingar, avvarðandi og heilsustarvsfólk í økinum.
Í royndartíðarskeiðinum verður ein tørvsmeting gjørd, og síðani verður farið undir at fyrireika og menna tænastuna, í tøttum samstarvi við Palliativu eindina á Landssjúkrahúsinum.
Fyrireikingar til viðgerð kunnu fara fram í Suðuroynni
Eftir summarferiuna verður eisini møguligt hjá sjúklingum at koma á Suðuroyar Sjúkrahús at fremja neyðugar fyrireikingar til skurðviðgerðir á Landssjúkrahúsinum. Hetta inniber millum annað at máta blóðtrýsti, taka blóðroyndir og aðrar neyðugar fyrireikingar, sum kunnu gerast á Suðuroyar Sjúkrahúsi. Hetta fer at lætta ferðingina og tryggja, at sjúklingar eru klárir at fara undir viðgerð, tá teir møta á Landssjúkrahúsinum.
Eftirmeting og víðari menning
Royndarskeiðið við talgildum viðtalum og hinum nýggju átøkunum er frá juli til september 2025. Tá skeiðið er av, verður verkætlanin eftirmett, og mett verður um møguleikarnar fyri at halda fram við átøkunum sum varandi partur av tænastutilboðnum á Suðuroyar Sjúkrahúsi.
Verkætlanin verður mett at hava góðar fortreytir fyri at betra heilsutænasturnar í Suðuroynni – við dygd, nærveru og nýhugsan í miðdeplinum.
Hesi átøkini eru liður í yvirskipaðari ætlan um at seta royndarskipanir á heilsuøkinum í Suðuroynni í verk. Endamálið er at royna nýggjar loysnir, sum kunnu gagna, ikki bara í Suðuroynni, men í øllum landinum.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 03. juli 2025
Hesar verkætlanir fáa tilsamans 300.000 krónur
Grunnurin Nuuk, Reykjavík, Tórshavn hevði í undanfarnu viku sín árliga fund, sum í ár var í Reykjavík.
Á fundinum skuldi millum annað støða takast til stuðulsumsóknir til grunnin, og hesaferð varð gjørt av, at veita níggju føroyskum verkætlanum stuðul upp á tilsamans 300.000 krónur, skrivar Tórshavnar kommuna.
Felagsgrunnurin Nuuk, Reykjavík, Tórshavn hevur sum endamál at veita fíggjarligan styrk til tiltøk innan mentan, undirvísing og ítrótt, sum kunnu fremja og menna samstarvið millum Reykjavíkar, Tórshavnar og Sermersooq kommunu og millum borgararnar í teimum trimum kommununum. Í grunninum eru umboð úr Reykjavík, Nuuk og Tórshavn.
Treytin fyri stuðli er, at verkætlanirnar inndraga minst eina av hinum høvuðsstaðarkommununum.
Tær níggju umsóknirnar, ið fingu stuðul úr Føroyum, fingu millum 10.000 og 65.000 krónur:
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 28. juni 2025
Samráðingar verða tiknar upp aftur eftir summarfrítíðina
Enn eru partarnir ikki blivnir samdir um lønina undir útbúgving, sum næmingar á Heilsuskúlanum eftir ætlan skulu hava. Nú eru samráðingarnar steðgaðar, og verða ikki tiknar uppaftur fyrr enn eftir summarfrítíðina.
Kommunala Arbeiðsgevarafelagið og Fíggjarmálaráðið hava havt fimm samráðingar fundir við tey trý fakfeløgini, Føroya Pedagogfelag, Heilsurøktarafelagið og Heilsuhjálparafelag Føroya um løn undir útbúgving.
Samráðingarnar snúgva seg í høvuðsheitum um, hvørja løn starvsfólk, ið hava útbúgvingarsáttmála skulu hava.
Talan er um nýggja skipan, sum skal gera tað møguligt hjá starvsfólkum at fara undir eina heilsufakliga og námsfrøðiliga útbúgving á Heilsuskúlanum, samstundis, sum tey eru í arbeiði. Útbúgvingarnar talan er um eru heilsuhjálparar, heilsurøktarar og námsfrøðiligu hjálparar.
- Arbeiðsgevararnar hava flutt seg fleiri ferðir í samráðingunum uttan, at feløgini hava førkað seg. Sostatt er tað einans arbeiðsgevarin, ið hevur víst veruligan vilja at fáa eina semju. Arbeiðsgevarar halda, at kravið frá feløgunum er ov høgt og tað kann viðføra, at ongin kommuna/eldraøkið fer at brúka útbúgvingarsáttmálar, sigur Per Martin Gregersen, formaður í Kommunala Arbeiðsgevarafelagnum.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 02. juli 2025
Astrup-familjan í Noregi, sum m.a. eigur felagið Pactum, hevur saman við nøkrum kendum íleggjarum, teirra millum føroyska Tjaldur, stovnað íløgufelagið Pactum Capital við einari milliard norskum krónum í byrjunarkapitali
Millum høvuðsíleggjararnar er føroyska felagið Tjaldur. Rúni M. Hansen, nevndarformaður í Pf. Tjaldur, váttar fyri norska blaðnum Dagens Næringsliv, at Tjaldur er við í felagnum. Hann sigur við blaðið, at Tjaldur heldur hetta verða eina spennandi langtíðaríløgu, sum verður gjørd saman við dugnaligum fólkum.
Ein annar íleggari er Torkell Eide, sum í nógv ár starvaðist hjá íløgufelagnum Ako Capital, har hann varð roknaður sum “høgra hond” hjá Nicolai Tangen, núverandi stjóra fyri norska Oljufondinum.
Torkell Eide arbeiddi í London í nógv ár hjá Ako Capital, men skifti lívsleið, eftir nøkur framúr góð ár í London. Hann flutti til Dale í Rogaland, og keypti ein bóndagarð, sum hann nú sjálvur rekur. Har arbeiðir hann við avli av wagyu-oksum.
Hann hevur sagt í øðrum viðtalum við Dagens Næringsliv, at hann ynskti at skifta lívsleið, tí hann vildi hava meira tíð til familjuna, flyta til eitt minni stað, og gera okkurt heilt annað. Hann er eisini kendur sum rithøvundur av bókini “Quality Investment - Owning the Best Company for The Long Term”.
Espen Marcussen, stjóri í Pactum Capital, sigur, at strategiin hjá felagnum er langtíðarhugsan, og at fokusera á norðurlendsk feløg, sum hava førleikan at skapa gott avkast yvir tíð.
Í nevndini í Pactum Capital eru Kine Burøy-Olsen, Rúni M. Hansen og Torkell Eide.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 30. juni 2025
Hetta verður ein spennandi dagur á Glyvrum við upplivingum fyri bæði børn og vaksin
Í dag, leygardagin 5. juli frá klokkan 10 til 16, verður Laksatorgið aftur Niðri á Støð á Glyvrum.
Hetta verður ein spennandi dagur við upplivingum fyri bæði børn og vaksin. Laksatorgið er ein lívligur marknaður og eitt stórt familjutiltak, skrivar Visit Runavík í tíðindaskrivi.
Á Laksatorginum verður m.a. ókeypis smakkiroyndir frá Etika og Bakkafrost, ponyríðing og kajakkir, dreyibenkur, fiskakør og onnur handverk, umframt tónleik, barnaundirhald og eina fulla pallskrá við spennandi innsløgum.
Eisini verður eitt sølutorg við fjølbroyttum vørum umframt matvognar og smáttur við mati og drykkjuvørum.
– Vit viðmæla, at fólk hava reiðan pening við, tí ikki øll sølustøðini taka kort, skrivar Visit Runavík.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 30. juni 2025
Visit Faroe Islands roynir nú at raðfesta súkkling í arbeiðinum at menna ferðavinnuna her á landi
Í fjør framleiddi Landsverk temabløð um ábæra ferðslu og um ferðafólkaferðslu. Hetta er partur av nýggju samferðsluætlanini, har Landsverk hevur gjørt av at raðfesta átøk, sum gera tað lættari at vera til gongu og á súkklu.
Visit Faroe Islands hevur verið verið partur av hesum arbeiði og tekur fult undir við, at vit hava tørv á at raðfesta burðardyggari flutningshættir og gera tað lættari at velja bussin, súkkluna ella gonguleiðina, tá ein ferðast kring landið. Hetta er ikki bara grønari og sunnari, tað gevur eisini eina øðrvísi og meiri hugdýpandi ferðauppliving har tú sært og upplivir oyggjarnar á annan hátt og so er tað harafturat eisini ein av lyklunum til at loysa avbjóðingarnar við nógvu bilaferðsluni.
Visit Faroe Islands hevur tí eisini gjørt av at raðfesta súkkling í arbeiðinum at menna ferðavinnuna her á landi. Ein nýggj heimasíða er gjørd við átta útvaldum súkkluleiðum, ið geva íblástur til súkklutúrar ymsastaðni í Føroyum. Harafturat er ein filmur framleiddur ið lýsir súkkling og ferðslutrygd, tá ein súkklar úti í ferðsluni. Filmurin er gjørdur í einum samstarvi millum Ráðið fyri Ferðslutrygd, Visit Faroe Islands og Visit Tórshavn.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 02. juli 2025
Súsanna Hendriksdóttir Olsen, ið er sjúkrasystir, er júst afturkomin av sínum næsta túri við sjúkrahússkipinum Global Mercy, har hon hevur arbeitt sum sjálvboðin umborð
- At síggja umbroyttar sjúklingar er ein stór løn í sær sjálvum.
Tað sigur Súsanna Hendriksdóttir Olsen, sjúkrarøktarfrøðingur úr Lamba, sum júst er afturkomin av sínum næsta túri við sjúkrahússkipinum Global Mercy hjá felagsskapinum Mercy Ships. Skipið hevur ligið í Sierra Leone. Súsanna hevur arbeitt sum sjálvboðin sjúkrarøktarfrøðingur umborð, og danska blaðið Udfordringen hevur gjørt eina samrøðu við hana.
- Eg havi fingið nógvar lívsjáttandi søgur við mær í viðførið. Lønin er nógv meira enn pengar. Arbeiðið sum Mercy Ships ger gevur góða meining, og eg eri takksom fyri at vera partur av tí, “ sigur Susanna Olsen við Udfordringen.
Súsanna er 30 ára gomul og býr í Keypmannahavn, har hon dagliga arbeiðir á eini hjartadeild á Ríkissjúkrahúsinum.
Tá hon hyggur aftur á tær báðu ferðirnar, hon hevur verið við heimsins størsta sivila sjúkrahússkipi, eru tað serliga tveir sjúklingar, sum hon minnist:
- 26 ára gamli Albert hevði skatt sær nøsina í einum bardaga fyri nøkrum árum síðani. Tá hann kom til okkara, var næstan helvtin av nøsini burtur. Nakrar dagar eftir skurðviðgerðina spurdi hann meg, nær hann kundi taka umbindingina av. Eg segði, at tað kundi hann um fimm dagar. Hann segði, at tað var í lagi; hann vildi vera tolin, tí vinir hansara høvdu happað hann í langa tíð, men nú fór hann skjótt at verða vakur aftur. Og tann dagin, tá umbindingin varð tikin av, og nøsin var grødd, kundi hann ikki lata vera við at hyggja seg sjálvan í spegilin allan tíðina. Tað var ein ómetaliga góð uppliving.
- Ein annar sjúklingur, Ishaka, hevði bara eitt hol ístaðin fyri eina nøs, og tí hevði hann krógvað seg alt lívið. Men nú hann hevði fingið eina nøs segði hann: “Hygg at mær nú!” meðan hann gekk runt á deildini, glaður og fullur av lívsmóti. Hann krógvaði seg ikki longur.
Frá seinna túrinum var tað ein miðaldrandi kvinna sum æt Miata, sum Súsanna serliga legði merki til.
- Hon var innløgd við einum sera stórum struma. Tá hon eftir skurðviðgerðina hevði ein “vanligan háls” segði ein annar sjúklingur, at Miata var ikki longur ein heks. Eg og ein annar sjúkrarøktarfrøðingur vóru skelkaðar av hesi viðmerkingini og greiddu frá, at vit hava øll virði í Jesusi og eru skapað í Guds mynd og ikki sum heksir. Eg fekk tá at vita, at fólk við stórum struma vórðu kallað heksir.
- Hetta vísir, hvussu stóran týdning henda skurðviðgerðin hevur fyri fólk sum Miatu. Hon fer ikki longur at verða kallað heks. Henni nýtist ikki at krógva seg. Hon kann verða vird um eittmenniskja.
Út úr skammikrókinum
At krógva seg er heilt vanligt í hesum londunum, tá fólk eru vanskapt.
- Ein av lokalu samstarvsfelagunum hevur sagt mær, at hann beinleiðis skalv, tá hann fyri fyrstu ferð sá ein sjúkling við einum knykli, tí hann hevði ongantíð sæð nakað líknandi fyrr. Hann segði mær, at hann visti ikki, at tílík menniskju vóru til. Tey fjala seg alt lívið, so tey við vanligari útsjónd vita ikki, at hesi fólkini eru til. Henda søgan ávirkaði meg nógv. Eg síggi sjúklingar, tá teir verða útskrivaðir eftir viðgerðina, og teir eru so glaðir og stoltir og krógva seg ikki longur. Tað er stórt at uppliva.
Ein stórur dreymur gjørdist veruleiki
Súsanna Olsen hevur altíð havt ein dreym um at arbeiða við mennsikjum:
- Eg droymdi um at gerast sjúkrarøktarfrøðingur ella lækni, fyri at brúka mína útbúgving bæði heima og í øðrum londum, har tey hava brúk fyri hjálp. Ein stórur dreymur hjá mær var at koma umborð á eitt av skipunum hjá Mercy Ships. Sjúkrarøktarfrøði er eitt meiningarfult arbeiði, og eg elski tað, líkamikið hvar í heiminum eg eri. Eg brenni fyri at hjálpa teimum, sum hava brúk fyri hjálpini. Eg ynski at gera mun fyri tey, sum veruliga hava brúk fyri tí. Eg havi altíð droymt um at arbeiða á einum staði, har neyðin er stór, og tí havi eg droymt um at verða send út og at brúka mína útbúgving bæði lokalt og altjóða,” sigður Súsanna við Udfordringen.
Súsanna Olsen er somikið hugtikin av sjálvbodna arbeiðinum hjá Mercy Ships, at hon fegin mælir øðrum til at royna tað.
- Tað er gott at koma burtur frá tí vælkenda umhvørvinum og uppliva eina heita mentan hóast stórt materielt fátækradømi. Tað lærir ein at síggja tilveruna øðrvísi. Harumframt haldi eg, at vit sum eru vælsignað við útbúgving og løn kunnu saktans geva eitt sindur til okkara brøður og systrar í øðrum londum, ið hava tørv á vón og heilsuhjálp.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 30. juni 2025
Floksmannadagur varð hildin í Hattarvík leygardagin
Leygardagin varð Floksmannadagurin hildin fyri tíggjundu ferð – ein heilt serstøk hending, ið savnaði gestir í Hattarvík.
Hóast veðrið frammanundan sá nakað vánaligt út, stóð útsynningurin við – og tað gjørdi góða lagið eisini. Øll komu í land við Trøllagjónna í øllum góðum og løgdu leiðina niðan á Bakkahjallin, har dagurin byrjaði av álvara við niðurgrevstri av kjøti úr Eystfelli.
Tað er ikki smálutir, sum skulu upp á pláss til ein slíkan dag – alt frá fjallgongu og sálmasangi til roykt síl og langtíðarstokt lambskjøt. Alt verður gjørt við hond og hjarta, og hóast veðrið av og á leggur fótonglar fyri, vísti aftur í ár, at við samhaldi, vilja og einum sterkum toymi ber alt til.
Ein uppliving fyri allar sansir
Dagurin byrjaði við morgunmati við føroyskum viðskera, áðrenn farið varð á fjall niðan á Fríða Eystfelli. Heimkomin fingu gestirnir heita fiskasúpan og skinkurnar, ið hava hingið í serstaka hjallinum í 18 mánaðir, vórðu tiknar niður og royndar.
Seinni varð borðreitt við føroyskum whisky, hvannsnapsi, øli og rótabryggi. Seyðahúsið varð gjørt um, og tær um 120 ærnar, sum vanliga verða fóðraðar har, lótu plássið fyri gestunum.
Her vóru 18 smakkroyndir bornar fram – ein sannur matarhátíðardagur við rættum úr føroysku náttúruni: lodna, sild, lundi, lomvigi, turkaður svartkjaftur, tvøst, spik og sjálvandi alt av seyði og mangt annað. Alt tilgjørt við virðing fyri siðaarvi og við einum nútímans gastronomiskum snildi.
Mentanarligar løtur og tónleikur beint í hjarta
Á skránni vóru eisini sterkar mentanarligar løtur – sálmasangur í kirkjuni við Hamradun, søgulig frásøgn við Andrasi Sólstein og fyrilestur við Sjúrði Skaale um Sigert í Kirkjubø.
Tá kvøldið tók at líða, bjóðaði Hamradun aftur á pall – beinleiðis úr Hamburg til Hattarvíkar – og skaptu eina ómetaliga sterka løtu, sum fór beint í hjarta.
Ársins niðurgravaða kjøt var av tí allarbesta og tilgjørt við tí sum hoyrur til. Omaná vóru tað rabarbur frá Jastrid.
Samhaldið ber tað fram
Tá farast skuldi heimaftur, varð farið av Kirkju vegna veðrið. Men við eyðkenda hugburðinum “tað gongur nokk” og við hjálp frá oynni og Strandferðsluni kom alt fólkið trygt avstað – og í góðum lag.
Floksmannadagurin er nógv meira enn ein dagur. Tað er ein uppliving – ein løta við føroyskum siði, mentan, mati og felagsskapi – og ikki minst eitt prógv um, hvat ber til á útoyggj, tá fólk koma saman við eldhuga og vilja.
Floksmannadagurin 2026 verður hildin leygardagin 27. juni.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 01. juli 2025
Orsakað av ringum veðri farna vikuskiftið varð Voxbotn flutt niðan í høllina við Tjarnir, og tað riggaði sum heild væl, siga fyriskipararnir
Eftir umstøðunum gekk tað væl, sigur Rúni Djurhuus, fyriskipari av Voxbotn, tá hann á FM1 varð spurdur um, hvussu Voxbotn, sum hesaferð var í óvandum umstøðum í Hoyvíkshaganum, hilnaðist.
Fyriskipararnir valdu nevniliga mikukvøldið í síðstu viku at flyta festivalin úr Vágsbotni og niðan í stórhøllina við Tjarnir. Veðrið skuldi blíva so mikið ringt, at tað ikki var mett ráðiligt at savna so nógv fólk í Vágsbotni.
- Man hevði sjálvandi ynskt at tað var í Vágsbotni, men veðrið var sum tað var. Og móttøkan var eisini góð og fólk vóru sum heild væl nøgd, sigur Rúni Djurhuus.
Upprunaliga skráin helt, og tveir pallar vórðu settir upp í høllini - ein í hvørjum enda.
Umleið sama tal av fólki, sum plagar at vera stúgvað saman í Vágsbotni, var í stóru høllini, sum tilsamans er eitt størri øki enn vanliga festivaløkið. Tískil var nakað væl betri pláss hesaferð.
Rúni Djurhuus dylir ikki fyri, at hetta við at flyta festivalin niðan við Tjarnir hevur eyka útreiðslur við sær. Umleið eina hálva millión, greiddi hann FM1 frá. Hetta fyri gjald av høllini, busskoyring og annað. Hinvegin hevði tað kostað nógv at avlýst.
Hetta gevur royndir og eisini blóð upp á tonna at skipa fyri størri tiltøkum við Tjarnir um veturin, sigur Rúni Djurhuus, ein av fyriskiparunum av Voxbotn.
Sí allar myndirnar, sum Jens Kr. Vang tók við Tjarnir hetta kvøldið:
Voxbotn við Tjarnir skotið í gongd
The Minds of 99 og RSP á Voxbotn
Byrta, Týr og Suspekt við Tjarnir
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 30. juni 2025
Við sær hevur hann Karl Andrias Stóra á bassi og Kristian Paula Ellefsen á tangentum
Nú sunnudagin, 6. juli kl. 16, fer Lyon Hansen at spæla konsert á Listasavni Føroya í samstarvi við Økistónar.
Lyon Hansen hevur fyri stuttum givið út nýggju plátuna “Skull-sized Kingdom”.
Á konsertini á Listasavninum fer Lyon at spæla eina góða blanding av nýggjum og gomlum sangum hjá sær, umframt nakrar gamlar blúsarar.
Við sær hevur hann Karl Andrias Stóra á bassi og Kristian Paula Ellefsen á tangentum.
Konsertin er ókeypis, og verður í forhøllini á Listasavninum.
Nýggja summarkaféin á Listasavninum, Rosa Villosa, er opin og til ber at keypa m.a. kaffi, vín, øl, køkur og eina lætta máltíð.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 02. juli 2025
Sum nakað nýtt, fær Tórsfest enn fleiri pallar á konsertdegnum – umframt teir báðar stóru pallarnar á Vágsbotni, verður Perlan m.a. karmur um eina risa teknoveitslu
Sum nakað nýtt, fær Tórsfest enn fleiri pallar til konsertdagin. Umframt teir báðar stóru pallarnar á Vágsbotni, verða hølir kring økið eisini tikin í nýtslu, og verður Perlan karmur um eina risa teknoveitslu.
Tað boða fyriskiparar av Tórsfest frá.
– Seinastu tvey árini hava tekno tiltøk stungið seg upp her og har í djúpu, bassutu undirgrundini. Teknohøvd koma saman, seta upp, leggja lag á, og dansa ígjøgnum náttina. Fríggjakvøldið 25. juli verður eitt TEKNO í Perluni, sum partur av ársins Tórsfest.
– Skráin bjóðar fimm nøvn, sum telja seks persónar: tríggjar damur og tríggjar harrar.
Tú kemur at uppliva duoina 2xSlay við sínum tokka til melodiskt tekno, deep house og house. Trygva, sum elskar allar elektroniskar krókar. Tað djúpa huglagið frá HNTZ við myrkum elementum og tungum stevi, sum dansar á linjuni við Psy-heimin. Eitt rátt og hypnotiskt dansigólv frá donsku Holtz. Og at enda EI.VN við sínum tætta, groovy og beistaktiga Tekno.
Skrá
22.00: 2xSLAY
23.00: TRYGVI
00.00: HNTZ
01.15: HOLTZ (DK)
02.30: EI.VN
Um nøvnini:
2XSLAY - melodiskt tekno við deep og house
Tær eru sum dagur og nátt, men renna saman við áhuganum í at levera ljóðmyndir, sum fara undir húðina á tær. Seinasta árið hava tær verið virknar upp á nógvar ymsar mátar, frá pultinum í Sirkus til privatar veitslur og eru eisini bókaðar á G! Festivalin í summar.
Tær spæla nógvan ymsan tónleik, sum ger fjøldina glaða, og so hava tær eisini ein serligan tokka til elektroniskan tónleik - sum er tað, vit koma at hoyra frá teimum til Tekno í Perluni. Hjartað liggur mest til Melodic Tekno við góðum íkasti av Deep & House. 2xSlay opna pallin í Perluni og spæla kl 22.00
TRYGVI – elskar allar elektroniskar krókar
Trygvi er etableraður í náttarlívinum; er tað til skitin heimaball, elegant tiltøk ella sum DJ á barr, so hevur hann roynt tað. Hann er kendur fyri síni føroysku bootleg remix, ið altíð fáa fólk upp í gear. Í samrøðu við net-miðilin Darr hevur Trygvi sagt, at hann kann diska allar stílar, men hjartað liggur í tí elektroniska:
- Eg havi ongantíð kunnað hildið meg til bara eitt tónleikaslag, tí har er alt ov nógv at velja ímillum. Eg elski allar krókar av elektroniskum tónleiki og eg seti nógv ymiskt saman. Eitt nú úr UK garage, Psychadelica úrTrance og ráu orkuna úr Tekno.
HNTZ – rullandi og myrkt við tungum stevi
HNTZ er DJ og Tekno framleiðari við fleiri árum á baki. Hann ger tað slagið av tekno, ið flokkast undir ”Peak time / drive”. Ein rullandi, djúpur Tekno stílur við myrkum elementum og tungum stevi, sum typiskt liggur millum 126-135 bpm, og sum dansar á linjuni við Psy-heimin.
Síðani 2023 hevur hann givið fleiri EPir, stakløg og remiks út á fimm ymsum labels (í DK, LA og CA), og fleiri av útgávunum hjá honum eru endaðar á top 100 listum á Beatport.
Tá HNTZ diskar, spælir hann bæði sítt egna og tónleik hjá øðrum – alt í trúfasta Tekno andanum, sum hann sjálvur dámar og smíðar. HNTZ er miðlingurin á skránni í Perluni og spælir á midátt.
Holtz (DK) - rátt og hypnotiskt dansigólv
Holtz kemur úr undirgrunds senuni í Keypmannahavn. Hon er m.a onnur helvt av nýggja DJ kollektivinum Eros Haven, sum kuraterar tiltøk saman við føroyska EI.VN, og tey koma bæði til Føroyar at kóka náttina í Perluni upp 25. juli.
Holtz er vaksin upp í Næstved og hevur diskað, síðani hon var 13 ár. Seinastu árini hevur hon útviklað sær eitt persónligt ljóð av hørðum sløgum og djúpum, rullandi groove. Settini hjá henni hava bæði styrki og dýpd, og hon skapar eitt rátt og hypnotiskt dansigólv, sum fær tínar teknoveingir á flog frá fyrsta stevi.
EI.VN - tætt, groovy og beistaktugt
EI.VN er onkusvegna farin frá at ganga á fjall á Nesi í Vági, har hann er uppvaksin, til at spæla á mest viðurkendu Tekno-klubbunum í Keypmannhavn. Hann hevur búð í Danmark seinastu árini, har hann hevur spælt seg inn í undirgrundina, og tekur hana nú við á Tórsfest við 150 sløgum um minuttin.
Tónleikaliga baklandið hjá EI.VN er í klassiskum og jazzi, men hann hevur funnið sítt kall í tøttum, groovy og beistaktigum Tekno. Hann er eisini onnur helvt av nýggja DJ kollektivinum Eros Haven, har hann kuraterar tiltøk í Keypmannahavn saman við donsku Holtz - sum eisini kemur til Føroyar at diska í Perluni 25. juli.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 03. juli 2025
Evy, Victoria og Paula á Lakjuni hava konsert á Summar Festivalinum í august
Evy, Victoria og Paula á Lakjuni hava allar roynt seg við tónleiki – bæði á útgávum og á palli – og nú sameinast systrarnar til framførslu á Summar Festivalinum í august, boða fyriskiparar frá í tíðindaskrivi.
Victoriu kenna mong frá útgávuni av sanginum "Mary Did You Know", sum kom í 2017. Paula gav í fjør út sangin "Noel", og hon var eisini ein av sangarunum á kenda sanginum "Tað kundi verið eg". Evy hevur spælt klaver á útgivnum sangum og til framførslur hjá systrunum.
Saman við bólki fara systrarnar at hava konsert á Summar Festivalinum, sum verður hildin í døgunum frá 7. til 9. august, har tær fara at spæla eitt úrval av føroyskum og útlendskum sangum.
Onnur nøvn, sum Summarfestivalurin hevur kunngjørt hesa vikuna eru Signar í Homrum, Eyðun Nolsøe og Kular Røtur við Jógvani Hansen, Rannvá og Arnfríð Lützen, Rakul Ró Steintórsdóttir, sum saman við tónleikarum, dansarum, kórsangarum og sangskrivarunum Steintóri Rasmussen og Inga Isaksen fara at hava eitt 25 ára show á Vágsbøi.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 28. juni 2025
ES-toppfundur var í Århus hósdagin í sambandi við at Danmark tekur yvir formansskapin í ES
Nógv hóvasták varð gjørt burturúr í Århus hósdagin í sambandi við, at Danmark yvirtekur formansskapin í ES.
Millum gestirnar var ukrainski forsetin, Volodymyr Zelensky, sum var við á toppfundinum. Hetta í sambandi við, at ES-londini skulu tosa um møguliga at taka Ukraina við í ES-samstarvið.
Seinnapartin tók Fríðrikur X kongur í móti ukrainska forsetanum á kongsborgini í Århus, Marselisborg.
Sjálvur ES-toppfundurin varð hildin í sermerkta ráðhúsinum í Århus, sum víðagitni danski arkitekturin Arne Jacobsen, var við til at tekna, og sum varð tikið í nýtslu í 1941.
Fyrr á degnum var ES-nevndarforkvinnan Ursula von der Leyen á vitjan í havnini í Århus har tey vitjaðu umborð á bingjuskipinum Laura Mærsk, sum er heimsins fyrsta bingjuskip, ið verður rikið við metanol. ES-nevndarforkvinnan var eisini til staðar, tá Laura Mærsk var doypt í 2023.
ES-toppfundurin varð hildin í býráðssalinum í Århus (Mynd: EPA)
Kongshjúnini vóru við, tá ES-nevndarforkvinnan og danski statsministarin vitjaðu á Aros listasavninum (Mynd: EPA)
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 03. juli 2025
Talan er um størstu íløguna í nýggj flogfør hjá felagnum síðan 1996
Skandinaviska flogfelagið SAS kunngjørdi í vikuni eina ætlan, sum ber í sær, at felagið tey komandi árini fer at keypa flogfør fyri meira enn 25 milliardir krónur.
Talan er um eina risastóra uppstiging av flotanum hjá SAS.
Ætlanin er at keypa 55 nýggj flog frá brasilsku flogverksmiðnuni Embrear. Tey fyrstu flogførini verða latin SAS í 2027, skrivar dr.dk.
Í fyrst umfari verða 45 flogfør keypt við keypsrætti til 10 afturat.
Talan er um størstu íløguna í nýggj flogfør hjá felagnum síðan 1996.
- Vit hava skrivað undir sáttmála um 55 Embraer E195-E2 flogfør, upplýsti stjórin í SAS, Anko van der Werff, á tíðindafundi fyrrapartin.
SAS hevur valt hesi flogførini av fleiri orsøkum, millum annað brennievninýtslu og ljóðminking, upplýsti SAS-stjórin.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 01. juli 2025
Franska og niðurlendska felagið ætlar at keypa upp í 60,5 prosent av norðurlendska flogfelagnum
Meira enn helmingurin av partapeninginum í flogfelagnum SAS skal í framtíðini vera á fronskum og niðurlendskum hondum.
Air France-KLM sum frammanundan eigur smá 20 prosent í SAS, vil nú eiga upp í 60,5 prosent av norðurlendska felagnum.
Hetta skal gerast við at keypa partabrøv frá Castlelake og Lind Invest, varð sagt í børsfráboðan í gjár.
Ætlanin er at keypið skal vera avgreitt í seinnu helvt av 2026.
Týsdagin kunngjørdi SAS størstu íløguna í flogfør síðan 1996. Felagið keypir 55 nýggj flogfør frá brasilska Embraer fyri 25 milliardir krónur.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 04. juli 2025
Aleqa Hammond, sum fór frá sum forkvinna í 2014 orsakað av einum máli um misnýtslu av almennum pengum, varð farna vikuskiftið aftur vald til forkvinnu
Á landsfundi um vikuskiftið varð 59 ára gamla Aleqa Hammond vald til nýtt forfólk fyri grønlendska stjórnarflokkin Siumut.
Valið stóð millum hana og Vivian Motzfeldt, sum hevur verið virkandi forkvinna, síðan Erik Jensen legði frá sær orsakað av søguliga vánaliga valúrslitinum á valinum í mars.
Aleqa Hammond fekk 23 atkvøður, meðan Vivian Motzfeldt fekk 19, skrivar Ritzau.
Aleqa Hammond var eisini forkvinna í Siumut í árunum 2009 til 2014, og var forkvinna í grønlendska landstinginum frá 2013 til 2014, inntil hon mátti leggja frá sær orsakað av einum máli um misnýtslu av almennum pengum.
Í 2015 stillaði hon upp fyri Siumut á fólkatingsvalinum, og var vald inn í fólkatingið. Hon var útihýst úr Siumut í 2016 orsakað av einum nýggjum máli um peningamisnýtslu. Á fólkatingsvalinum í 2019 varð hon ikki afturvald, og í 2021 gjørdist hon aftur limur í Siumut.
Ineqi Kielsen varð valdur til næstforfólk.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 30. juni 2025
5.000 tiflytarar verða settir í eina stóra tjóðarlund umgyrd av vandamilkum skriðdýrum
Á einum niðurlagdur flogvølli í Everglades tjóðarlundini hevur guvernørurin í Florida, Ron DeSantis upp á heilt stutta tíð megnað at bygt eina nýggja fyribils legu, ætlað tilflytarum til USA.
Týsdagin var Donald Trump forseti við til at lata staðið upp. Staðið hevur fingið heitið “Alligator-Alcatraz”, sum verður eitt amboð í stríðnum hjá forsetanum at støðga ólógligari tilflyting, skrivar NRK.
Tjóðarlundin er eitt vátlendisøki fult av skriðtjórum so sum pytonslangum, krokodillum og 200.000 alligatorum.
- Navnið er hóskandi. Hetta er ikki eitt stað, eg vildi farið ein gongutúr, segði Trump, tá hann lat móttøkustøðina upp.
Donald Trump hevur sett sær fyri at økja um burturvísingarnar úr landinum, og ein liður í hesi ætlan er at fáa til vega fleiri varðhaldsstøðir fyri tilflytarar.
“Alligator-Alcatraz” er bygt upp á átta dagar. Kostnaðurin hevur verið 450 milliónir dollarar, skrivar AFP.
Myndir frá staðnum vísa tjøld ið búrum úr jarni, har koyggjusengurnar standa tættar.
Mótstøðufólk vísa sína ónøgd yvir ætlanina
Fólk, sum eru ímóti ætlanini hava kallað hugskotið ómenniskjaligt, og sammett leguna við KZ-legurnar hjá nasistunum. Umhvørvisfólkum dáma ikki, at henda legan er løgd í eini tjóðarlund. Og upprunafólkið sigur, at talan er um eitt heilagt økið, ið nú verður vanvirt.
Legan verður sammet við illa gitna fongslið Alcatraz, sum hýsti vandamiklum brotsfólkum frá 1933 til 1963. Við tað, at fongslið var á eini oyggj í ísakøldum sjógvi, var tað so at siga ógjørligt at rýma haðani.
Umsitingin hjá Trump hevur víst á tað jaliga við júst staðsetingini.
- Tað er einans ein vegur, ið førir inn, og einasti vegur út er ein einvegis flogferð. Legan er umgyrd av vandamiklum dýrum og óframkomandi lendi, segði talskvinna forsetans, Karoline Leavitt, í Hvítu húsunum mánadagin.
Bæði hon og DeSantis vísa á, at umhvørvið ger tað ógjørligt at flýggja.
- Tá tú hevur drápsmenn, neyðtøkumenn og ræðuligar brotsmenn í einum varðhaldi, kringsett av alligatorum – ja so haldi eg, at tað forðar teimum at sleppa til rýmingar, sigur Leavitt.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 02. juli 2025
Verkætlanin umfatar orkuverk til sjóvarfalsorku og battarí til at goyma framleiddu orkuna
Svenska fyritøkan Minesto hevur saman við samstarvspørtum, herundir Sev, fingið játtaðar 25 milliónir svenskar krónur til at menna sjóvarfalsorkuverk til sokallað mikronet, t.d. útoyggjar í Føroyum, sum ikki eru knýttar í elnetið í meginøkinum.
Verkætlanin umfatar orkuverk til sjóvarfalsorku og battarí til at goyma framleiddu orkuna.
Arbeiðið byrjar í august, og orkuverkið verður eftir ætlan royndarkoyrt í Vestmannasundi.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 30. juni 2025
Um somu tíð sum Evropa verður rakt av hitabylgju skjýtur ES nevndin upp at broyta veðurlagsmálini og mínka útlátið við 90 prosent innan 2040
Í løtuni er veðurlagsmálið hjá ES null-útlát í 2050. Nú ætlar ES nevndin við Ursula von der Layen so at fáa meiriluta fyri at herða krøvini til lækking av útlátið til 90 prosent longu í 2040. Greinarar siga, at hetta er eitt sera høgt mál, men at tað ber til at fáa tað samtykt. Tað kann tó gerast torført at fáa øll londini við eins og tað kann vera trupult at fáa fólksligan stuðul til øll tey tiltøk, sum verða neyðug komandi 15 árini. Til tess at kunna seta hesa ætlan í verk verður neyðugt at broyta alla orkuskipanina í ES.
Í 2023 var ES bundið at 67,4 prosent av fossilum orukeldum sambært Eurostat. Sverre Alvik frá DNV heldur, at norska gasstrategiin kann liva upp til hetta málið, men at Norra møguliga eigur at broyta sínar oljuætlaninar.
Ursula von der Leyen forkvinna í ES nevndini sigur, at borgarar í ES londum ongantíð sum nú føla avleiðingarnar av veðurlagsbroytingum. Hon undirstrikar, at veðurlagsmálið gongur hond í hond við ídnaðarætlaninar í Evropa og vísir til ætlaninar fyri reinan ídnað, ES kumpassið til at tryggja kappingarføri og ætlanina fyri rímuliga orku, sum hon málber seg.
Men tað er eingin loyna, at nýggju málini fara at seta sera stór krøv til umlegging av orkuskipanunum, sum framhaldandi verða stýrdar av fossilari orku. Sum skilst eru lond í Evropa meira samd um at seta harðari krøv fyri útláti enn restin av heiminum, har tað fer at verða sera torført at finna eitt felags stev at røkka málinum, nú nógv lond, sum ikki eins og Europa hava havt atgongd fyri olju og gass, vilja troyta hesi ráevni í teirra undirgrundum.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 03. juli 2025
Hetta varð tryggjað við einum sonnum stríðssigri móti Svøríki, har allir tóku sítt tak. Eitt satt ítróttbragd er veruleiki eftir eina intensa heimsmeistarastevnu í Polandi
Katowice, Poland (Portalurin): Tá árið byrjaði, vistu teir als ikki av, at teir skuldu spæla HM her í juni. Men eitt avboð gjørdi, at 04- og 05-árgagnirnir savnaðust eina seinastu ferð, og hetta gjørdist eitt satt ævintýr.
Føroyar hava av álvara víst, at man hoyrir heima á stóra HM-pallinum - og millum tey allarfremstu. Svøríki var fimta liðið, sum knáu føroyingarnir syftu. Teir taptu ongan týðandi dyst eftir 60 minuttir.
Sviar royndu móti endanum sunnudagin at leingja um dystin, men føroyska verjan og Sasha vóru sterk. Føroyski málverjin varð dagsins spælari, og Månsson og hinir leitaðu stóran partin av 2. hálvleiki eftir loysnum.
Samstundis fann serliga HM-toppskjúttin Óli Mittún, men eisini Høgni Heinason, hinar væl í 2. hálvleiki, har Ísak Vedelsbøl skoraði ella vann brotskast, hvørjaferð hann fekk bóltin á strikuni. Liðformaðurin spældi ein stóran dyst í verjuni, og tað var hann, sum við brotskastið skoraði seinasta føroyska málið í kappingini: Tað var til 27-24 og við brotskasti.
Stavn um stavn í fyrra hálvleiki
Føroyska spælið við ikki eins flótandi í fyrra hálvleiki sum í mongum øðrum dystum, og "spillprosentið" í tekniskum villum og skotum, var heldur høgt.
Hinvegin stríddust føroyingarnir fyrimyndarliga væl. Verjan spældi seg upp, sum hálvleikurin leið - við Ísaki Vedelsbøl og Róki Ziskasyni mitt fyri - og í málinum tók Sasha yvir 40 prosent av skotunum. Hetta var ógvuliga týðandi.
Axel Månsson gav Føroyum størst høvuðbrýggj. Og uppgávan í hálvleiksstøðginum var at finna loysnina at tálma honum.
Støðan í støðginum var 12-12.
Seistust ógvuliga væl
Sigandi eftir seinasta skotið í hálvfinaluni: Ísak og hinir reistust ógvuliga væl. Tá Høgni Højsted fekk eitt heldur tunt reytt kort, tók Tóki Friðriksson stóra ábyrgd í verjuni saman við Róki Ziskasyni og Búa Poulsen, og Føroyar stríddu seg til ein søguligan og fantastiskan sigur.
Føroysku spælararnir fegnast saman áskoðarunum (Mynd: Sverri Egholm)
HM-bronsuheiðursmerkini kundu sostatt handast spaæarunum frá einum landi, sum er nógv minni enn nakað, ið er komið so langt í slíkum endapølum áður. Eitt nærum ótrúligt avrik sum venjarar, familjur, fjepparar og allir føroyingar kunnu vera ernir av. Og spælararnir: Teir kunnu halda eina væluppiborna summarfrí og verða heiðraðir - við metali um hálsin.
Sí fleiri myndir frá søguliga sigrinum
Sí myndirnar frá heiðursmerkjahandanini
Spælarar, venjaratoymi og familjur fegnast (Mynd: Sverri Egholm)
HM bronsudystir
Sunnudagin 29. juni, Arena Katowice
Føroyar - Svøríki 27-26 (12-12)
Føroysku málskjúttarnir:
Óli Mittún: 9 (1)
Ísak Vedelsbøl: 6 (1)
Trúgvi Hávardsson: 2 (2)
Óla Jákup Gaard Olsen: 2
Rókur Ziskason: 2
Tóki Friðriksson: 1
Sofus í Selvindi Nattestad: 1
Niklas Gaard: 1
Búi Djurhuus Poulsen: 1
Høgni Heinason: 1
Høgni Højsted: 1
Bjargingar:
Aleksandar Sasha Lacok: 17 (36%) - Dagsins maður
Hoyr samrøðurnar, ið vórðu gjørdar eftir dystin:
Venjaraparið: - Tað villasta og tann perfekti endin
Høgni Højsted: - Hetta er næstan óbeskriviligt
Pápi Sasha: - Vit vita næstan ikki hvussu stórt hetta er
Óli: - Ein dreingjadreymur at vinna heiðursmerki fyri Føroyar
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 29. juni 2025
Fíggingin kom í hús, so HM-bronsudysturin kundi sendast í KvF
Føroysku hondbóltsdreingirnir skrivaðu ikki baraheimssøgu, men skrivaðu seg eisini í føroysku hjørtuni við skjótum, tekniskum og rúnarbindandi hondbólti.
Tíverru vóru tað ikki øll, ið høvdu møguleika at síggja serstakliga spennandi og søguligu hálvfinaluna móti Portugal fríggjakvøldið, tí dysturin mátti keypast umvegis heimasíðuna hjá Solidsport.
Av tí at Kringvarpið ikki hevði rættindi til hondsbóltsdystirnar hjá U-21, var farið í gongd við at savna pengar inn, soleiðis at søguligi bronsudysturin móti Svøríki sunnudagin kundi vísast í Kringvarpinum.
Leygarkvøldið kom fíggingin í hús. Talan var um 29 fyritøkur og 5 kommunur, ið tóku stig til at stuðla søguliga dystinum móti Svøríki sunnudagin.
Hesi stuðlaðu søguliga bronsudystinum:
Fishfacts - Oy - Poul Hansen - Mowi - Sunda kommuna - Eysturkommuna - Faroe Ship - 62 norð - Vága kommuna - Varðin - Hotel Hilton - Vónin - Runavíkar kommuna - Poul Michelsen - Skálkur.fo - Smyril Line - Magn - Voxbotn - SMS - Atlantic Airways - Havnar Bio - Føroya Bilasøla - Christian í Grótinum - Effo - Klaksvíkar kommuna - Føroya Tele - Nema - Framskák - Samskip - Vestpack - Rasmussen bussar - Tummas Dam Ítróttur - Simme Musikkhús
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 28. juni 2025
Fyri fjórðu ferð av fýra gjørligum gjørdist Óli Mittún endaspælstoppskjútti - hesaferð við 73 málum - og fyri aðru ferð MVP. Spælskiparin hevði eisini flest upplegg í kappingini
Katowice, Poland (Portalurin): Tað var eingin persónlig heiðran sum so á pallinum, men meðan heiðursmerkjahandanin var, kunngjørdi altjóða hondbóltssamgongan, IHF, at Óli Mittún var besti spælari í U21 HM. Hetta á sosialu miðlum sínum.
Føroyski úrmælingurin gjørdi aftur vart við seg á stóra pallinum (Mynd: IHF)
Heiðurin eitur "Mest virðismikli spælari" (MVP). Hendan vann Óli eisini til fyrsta endaspælið hjá árgangunum saman - til U18 í EM 2022.
Tá gjørdist Óli endaspælstoppskjútti við heili 80 málum. Hetta var met. Úrmælingurin gjørdist síðani HM-toppskjútti í 2023 (U19) og til U20 EM í fjør.
Nú er 20-ára gamli hvirluvindurin úr Hoyvík ferfaldur endaspælsmálskjútti. Við teimum níggju málunum í seinasta dystinum rakti Óli Mittún 73 mál í átta dystum - hann tók bert brotskøst í dystinum móti Danmark.
Svenski spælskiparin Axel Månsson, sum Føroyar fingu gott tamarhald á eftir steðgin í bronsusigrinum, endaði trý mál aftanfyri. Hann varð kosin besti spælskipari, meðan Óli vann MVP.
Óli Mittún hevði eisini flest upplegg í kappingini - almenna talið var 54. Harvið aftur eitt framúr avrik hjá føroyinginum sum tók risa ábyrgd
Sí eisini samrøðu við Óla: - Ein dreingjadreymur at vinna heiðursmerki fyri Føroyar
2025 - IHF Men's Junior World Championship
Heiðrar og Allstar-lið
Málverji: Diogo Rema Marques (Portugal)
Høgri vongur: Magnus Storgaard Pedersen (Danmark)
Høgri bakkur: Nikolaj Larsson (Danmark)
Spælskipari/miðja: Axel Månsson (Svøríki)
Vinstri bakkur: Joao Lourenco (Portugal)
Vinstri vongur: Noah Martinsson (Svøríki)
Strika: Moaz Azab (Egyptaland)
Toppskjútti: Óli Mittún (Føroyar) – 73 goals
Mest viðrismikli spælari (MVP): Óli Mittún (Føroyar)
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 29. juni 2025
Hann var skrásettur fyri seytjan bjargingar, sum er 36 prosent. Málverjin varð heiðraður eftir sigurin á Svøríki
Katowice, Poland (Portalurin): Føroyar framdu bragdið og syftu Svøríki í HM-bronsudystinum.
Fyri at fáa eitt slíkt heiðursmerki krevst eitt sterkt liðavrik. Slíkt komu Føroyar eisini við sunnudagin.
Í álopinum var tað serliga úrmælingurin Óli Mittún, men so líðandi eisini liðformaðurin Ísak Vedelsbøl, sum gjørdu stóra munin.
Í verjuni var fýra-blokkurin sum heild ógvuliga sterkur - um tað so var við Høgna Højsted í høgru ella Róki Ziskason og so Tóka Friðriksson mitt fyri. Hesum var Ísak sjálvandi eisini partur av. Aftan fyri teir var maðurin, sum varð valdur til dagsins spælara.
Aleksandar 'Sasha' Lacok hevði spælt seg heitari og heitari gjøgnum kappingina, og eftir bólkaspælið var hann framúrskarandi í fleiri løtum.
A-landsliðsmálverjin varð dagsins maður í fjórðingsfinalusigrinum á Slovenia, og tað var hann aftur í bronsufinaluni.
Sasha hevði fleiri stórbjargingar, og gjørdi millum annað lívið trupult hjá svium, tá teir skutu av strikuni og breitt av bakkinum. So líðandi gjørdist tað eisini truplari hjá Alex Månsson og hinum at skjóta langskot.
Her gav verjan góðar fyritreytir. Samanlagt fóru bert 26 svensk mál inn hjá Sasha, sum vit skrásetu fyri heili 17 bjargingar. hetta er íroknað 2-3 skot, sum hann tók beint áðrenn tað var dømt fríkast/brotskast, og sum høvdu talt sum mál annars.
Í fyrra hálvleiki var bjargingarprosentið heili 43 og samanlagt 36 prosent. Høgt og týðandi fyri Føroyar.
Sasha skiftir nú til bestu sveisisku deildina, har hann skal spæla fyri TSV St. Otmar St. Gallen.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 29. juni 2025
Dugnaligi málverjin hevur eisini gjørt mun sum málverjumennari og venjari hjá U21. Áðrenn Mladen Mjerimacka fekk HM-bronsu um hálsin skuldi eyðkenda skegg hansara av - tað hevði hann lovað spælaranum, um tað eydnaðist at vinna metal
- Nú síggi eg út, sum eg gjørdi, tá eg kom til Føroyar fyri tólv árum síðani.
Soleiðis helt serbin, sum hevur havt sín heimstað í Føroyum so at siga síðani 2013, skemtiliga fyri stutt eftir søguligu løtuna í Póllandi sunnudagin.
Mladen Mjerimacka er kendur fyri sítt góða málverjupsæl. Hann er fleiri ferðir kosin ársins málverji í Føroyum.
So er hann eisini eyðkendur fyri sítt nógva skegg. Tað var tó ein greið avtala millum U21-spælarar og málverjuvenjara undan endaspælinum: Endaðu Føroyar við HM-heiðursmerki, so skuldi skeggið av.
Fór av í skiftingarrúminum
Tað reyk eisini beinanvegin: Rakimaskinan var við í Arena Katowice til bronsudystin móti Svøríki.
Eftir seinasta bríksl sást Mladen í ovfarakæti saman við spælaranum - við sínum stóra skeggi.
Her hond í hond við Torstein Sivertsen, annan av málverjunum meðan teir fegnast saman við áskoðarunum (Mynd: Sverri Egholm)
Og her saman við dagsins spælara í bronsusigrinum, Aleksandar Sasha Lacok. Teir báðir kennast heilt væl
Spælararnir vistu, hvat sigur teirra á Svøríki millum annað innibar...her arga Óli Mittún og Rókur Ziskason eitt sindur nakað eftir, at hallarurið hevði ljóðað (Myndir: Kolektiff/IHF)
Tá spælarar og venjaratoymið komu út aftur úr skiftingarrúminum - at heilsa uppá og seinni fáa heiðursmerki, sá Mladen heldur øðrvísi út. Eyðbjørn Heini Danielsen og hann hava spælt saman í VÍF, og Eyðbjørn syrgdi fyri, at avtalan varð hildin:
Eyðbjørn avgreiddi uppgávuna sum "hárskeri" skjótt og væl í skiftingarrúminum...(Mynd: IHF/Kolektiff)
Úrslitið var týðiligt:
Mladen saman við unnustuni eftir dystin - nú bert við stubbum
Her síggjast Durita Rouch, Mladen Mjerimacka og Hjalti Mohr Jacobsen í ovfarakæti til heiðursmerkjahandanina (Mynd: Sverri Egholm)
Mladen hevur gjørt mun
Í fjør varð Mladen settur sum parttíðar málverjumennari hjá Hondbóltssambandinum. Umframt at spæla sjálvur, nýtir Mladen harvið tíð uppá at arbeiða við føroyskum spælarum. Hetta skal hann eisini gera í Klaksvík, tá 36-ára gamli serbin skal spæla við Team Klaksvík eftir summarstegðin.
Hann hevur í árunum í Vestmanna arbeitt nógv saman við Sasha Lacok, sum undir U21 HM spældi seg heitari og heitari. A-landsliðsspælarin varð dagsins maður í bronsudystinum og móti Slovenia í fjórðingsfinalusigrinum.
Umframt góða og nærlagda arbeiðið við føroysku málverjunum hugdi málverjuvenjarin nógv eftir málmonnunum hjá liðunum, sum Føroyar skuldi spæla ímóti. Hetta var fyri at fyrireika føroysku spælararnr so væl sum gjørligt til, hvar og hvussu man helst skuldi bera seg at í skotstøðum.
Hetta kom kanska serliga vongspælarunum til gagns í kappingini.
Mladen Mjerimacka var ikki á Vaglinum týsdagin, tá føroysku spælararnir og toymið vórðu heiðrað fyri søguligu bronsuna. Hann er í Serbia, har hann millum annað hevur verið í sjónvarpsinnslagi saman við pápanum, sum eisini eigur eitt HM-heiðursmerki; sum spælari fyri Jugoslavia.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 01. juli 2025
HM-bronsuvinnararnir vóru móttiknir sum hetjur á Vaglinum týsdagin
Ein rúgva av fólki var møtt upp á Vaglinum í Havn seinnapartin týsdagin tá Løgmansskrivstovan og Tórshavnar kommuna skipaðu fyri almennari móttøku fyri U21-landsliðnum í hondbólti.
Havnar Hornorkestur spældi, Aksel V. Johannesen, løgmaður, og Elsa Berg, borgarstjóri í Tórshavnar kommunu, hildu røður, Jógvan Emil Nielsen, næstformaður í HSF, og Ísak Vedelsbøl og Óli Mittún bóru heilsanir fram.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 01. juli 2025
U19 hondbóltsmenninir endaðu European Open við at tapa 27-22 móti Egyptalandi. Hetta var fyrireiking til HM-endaspælið í august
Føroyar spældu ein minni góðan seinasta dyst í ársins European Open fríggjadagin. Verjuspælið var misjavnt og ov nógvar villur og brend skot vóru gjørd í álopsspælinum. Egyptaland vann 25-22, eftir hálvleiksstøðuna 12-11 til Egyptaland.
Liðini byrjaðu varisliga og tóktist heldur mødd av tøttu dystarskránni seinastu dagarnar. Føroyar høvdu yvirtakið fyrstu 15 minuttirnar og kundu leiðslan væl verið størri enn tey trý málini. Okkara brendu nógv skot og gjørdu ov nógvar villur. Verjan hevði staðið hampuliga væl, men mistu okkara takið seinastu løtuna fyri hálvleik. Verjan hekk ikki saman, landskotini fóru inn og okkara taptu mann móti mann dystirnar og brádliga var Egyptaland frammanfyri 12-11 í hálvleikinum.
Verjuspælið skinklaði eisini í seinna hálvleiki. 5-1 verjan gav meira pláss á bakkanum, og tað vóru egyptar dugnaligir til at gera sær dælt av og megnaðu okkara ikki at halda manninum. Árvakni vantaði eisini kring strikuna, sum ferð eftir ferð stóð frí. Okkara minkaðu um munin niður í tvey mál 5 minuttir fyri dystarlok, men hepnaðust seinastu 5 minuttirnir stak illa við nógvum villum og runnu egyptar avstað og vunnu 27-22.
Føroyar endaðu við hesum á sjeynda plássi í ársins European Open, sum tó fyrst og fremst hevur verið hugsað sum fyrireiking til HM-endaspælið, sum verður í Egyptalandi í august. Tá eru Føroyar í bólki saman við Týsklandi, Slovenia og Uruguay.
Føroysku dystirnir í European Open:
Mánadagin 30. juni
Føroyar - Niðurlond 22-20
Føroyar - Finnland 26-16
Týsdagin 1. juli
Føroyar - Svøríki 21-22
Mikudagin 2. juli
Føroyar - Kroatia 17-22
Hósdagin 3. juli
Føroyar - Litava 16-11
Føroyar - Estland 27-16
Fríggjadagin 4. juli
Føroyar - Poland 20-22
Føroyar - Egyptaland 22-25
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 04. juli 2025
Oyggjaleikirnir í Orknoyggjum verða settir komandi leygardag, og tað verður svimjarin Róland Toftum, sum ber Merkið fyri Føroyar
Tá ið oyggjaleikirnir í Orknoyggjum verða settir leygardagin 12. juli, er tað svimjarin Róland Toftum, sum ber Merkið fyri Føroyar.
Oyggjaleikasetanin er ein serstøk hátíðarløta á øllum oyggjaleikum, og fleiri fastir siðir er knýttir at setanini. Ein teirra er løtan, tá ið øll ítróttafólkini ganga skrúðgongu inn til setanina við hvør sínum flaggbera á odda.
Føroyski flaggberin er Róland Toftum. Róland Toftum er 27 ára gamal og hevur svomið, síðani hann var barn. Hann hevur kappast á fleiri oyggjaleikum og øðrum altjóða kappingum umboðandi Føroyar. Róland vann gull á bæði 100 og 50 metrum bringu í Gibraltar í 2019 og eigur umframt hesi fleiri onnur heiðursmerki í bæði einstaklinga og liðsvimjing.
Róland hevur treiskast og svomið í mótvindi øll árini, tí samstundis sum hann hevur verið ein av okkara fremstu svimjarum, hevur hann stríðst við astmu og herviliga giktsjúku. Seinastu tvey árini hevur Róland Toftum verið venjari í barndómsfelagi sínum Susvim.
– Tað er ein øgiliga stórur heiður at fáa hetta álitið. Og eg eri sera spentur til bæði setanina og leikirnar, sigur føroyski svimjarin, venjarin og flaggberin Róland Toftum
Oyggjaleikir í Orknoyggjum byrja leygardagin 12. juli við setanini og enda fríggjakvøldið 18. juli 2025.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 04. juli 2025
13 ára gamla Oddvør Alberta Kimsdóttir er yngsta ítróttarfólkið, sum umboðar Føroyar á oyggjaleikunum á Orknoyggjum
Tá oyggjaleikirnir verða settir, er siðvenja at hvør oyggj hevur sítt egna vatn við heimanífrá.
Vatnhátíðarhaldið er fastur partur av setanarskránni, og tá fer ein íðkari frá hvørjari limaoyggj at koyra vatn í eitt felags kar.
Í Føroyum er siðvenja, at yngsta ítróttarfólkið ber vatnið.
Til hesar leikirnar er 13 ára gamli fimleikarin, Oddvør Alberta Kimsdóttir, yngsta ítróttarfólkið umboðandi Føroyar, og tí fær hon heiðurin at bera vatnið til oyggjaleikasetanina.
Oyggjaleikirnir á Orknoyggjum verða settir leygarkvøldið 12. juli kl. 17 á Bignold Park í Kirkwall.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 03. juli 2025
Vunnu á suðuroyarfeløgunum leygardagin. HB hevði sítt baks av TBm men avgjørdi móti endanum - Árni Frederiksberg gjørdi hattrikk móti FC Suðuroy
Tveir dystir í 15. umfari í Betrideildini hjá monnum vórðu spældir í illfýsna veðrinum farna leygardag.
HB og KÍ hittust í í Gundadali 16. mai. Tá endaði tað 1-1. Síðani hava mest vinnandi feløgini í føroyskum fótbólti spælt fimm dystir hvør - og vunnið allar. Sigursrøðirnar vórðu longdar leygardagin við heimasigrum á suðuroyarfeløgunum. Bæði KÍ og HB skoraðu fýra ferðir.
Árni Fredeiksberg skoraði trý av málunum hjá KÍ, har tað fyrsta kom í 1. minutti. Nummar sjey tykist vera í stórformi, nú evropeisku dystirnir nærkast. Fjórðamálið legði bóltsnillingurin upp til. Tað skoraði liðformaðurin Jákup Biskopstø Andreasen.
Daniel Johansen spældi fyrstu ferð fyri KÍ henda dagin.
Árni Frederiksberg og hinir hjá KÍ hava nógv at fegnast um (Mynd: Sverri Egholm)
Beint nú er HB tættasti avbjóðarin. Frástøðan á níggju stig varð hildin, men tað reið um snarið hjá teimum reyð-svørtu.
Heini Fossdalsá Sørensen legði HB á odda stutt eftir steðgin, men í 77. minutti javnðai Aron Arnholdssen fyri hartarbeiðandi TB-liðið. Gestirnir í Gundadadali royndu síðani at halda fast, men í 87. minutti sló Heini Sørensen aftur til.
2-1, Ragnar Joensen fekk stutt seinni seinna gula kortið fyri at gera brotsspark, sum Sammy Skytte umsetti til mál, og seinni í yvirtíðini økti Skytte.
Sætti sigurin í sjey dystum undir André Olsen. HB er ósigrað síðani 9. mai.
Heini Sørensen og HB eru flúgvandi fyri tíðina (Mynd: Sverri Egholm)
Betrideildin 15. umfar
Fríggjadagin 27. juni
B36 - 07 Vestur 3-1
12' 1-0 Pætur Petersen, brotsspark
21' 2-0 Marius Kryger Lindh (Pætur Petersen)
41' 3-0 Sjálvmál
54' 3-1 Jonathan Flensborg (Casper Hansen)
Reytt kort: 77' Mikkel Hyllegaard (07 Vestur)
Leygardagin 28. juni
HB - TB 4-1 (0-0)
51' 1-0 Heini Fossdalsá Sørensen (Jákup Thomsen)
77' 1-1 Aron Arnholdsson (Mohamed Samba)
87' 2-1 Heini Fossdalsá Sørensen (Bartal Páll Klein)
90+1' 3-1 Sammy Skytte, brorsspark
90+6' 4-1 Sammy Skytte (Lassana Faye)
Reytt kort: 89' Ragnar Joensen (TB)
KÍ - FC Suðuroy 4-0 (2-0)
01' 1-0 Árni Frederiksberg (Patrik Johannesen)
24' 2-0 Jákup Biskopstø Andreasen (Árni Frederiksberg)
74' 3-0 Árni Frederiksberg (Patrik Johannesen)
88' 4-0 Árni Frederiksberg, brotsspark
Sunnudagin 29. juni:
Víkingur - B68 2-1 (0-0)
57' 1-0 Stefan Radosavljevic (Olaf Bárðarson)
66' 2-0 Poul Kallsberg
90+2' 2-1 Jákup Vilhelmsen (Bárður Jensen)
NSÍ - EB/Streymur 4-0 (1-0)
22' 1-0 Jasper van der Heyden (Brandur Hendriksson)
51' 2-0 Klæmint Olsen (Jann Benjaninsen)
66' 3-0 Klæmint Olsen
85' 4-0 Klæmint Olsen (Brandur Hendriksson)
Betrideildin 16. umfar
Hóseagin 3. juli:
Víkingur - KÍ 1-0 (0-0)
64' 0-1 Daniel Johansen (Árni Frederiksberg)
Støðan:
KÍ 46 stig
HB 34 stig
NSÍ 32 stig
Víkingur 24 stig
B36 24 stig
EB/Streymur 21 stig
B68 17 stig
07 Vestur 7 stig
TB 7 stig
FC Suðuroy 6 stig
KÍ og Víkingur hava spælt ein dyst fleiri
Komandi dystir
Í dag kl. 15: TB - NSÍ
Í dag kl. 15: FC Suðuroy - 07 Vestur
Í dag kl. 17.15: B68 - EB/Streymur
Í morgin kl. 15: B36 - HB
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 29. juni 2025
Partarnir eru komnir ásamt at steðga samstarvinum, skrivar HB. Leivur Guttesen hevur spælt 60 dystir fyri besta lið barndómsfelagsins - nú stendur honum frítt at finna sær annað felag
Hann fekk eitt gjøgnumbrot á besta liðnum hjá barndómsfelagnum í fjør.
Í ár hevur tað ikki verið talan um so nógvar minuttir, og nú er samstarvið millum Leiv Fossdal Guttesen og HB liðugt.
Partarnir longdu annars sáttmálan í vetur.
Leivur byrjaði eisini inni so seint sum í Sørvági 22. juni, har 23-ára gamli vongurin skoraði sítt fjórða betrideildarmál. Leivur Guttesen spældi so als ikki móti TB leygardagin, og nú, tríggjar dagar seinni, er samstarvið av.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 01. juli 2025
Niðari bólkurin byrjar sunnudagin 3. august, meðan ovari bólkurin leggur fyri tríggjar dagar seinni
Leikskráin fyri endaspælið í fótbólti í Betrideildini hjá kvinnum er nú klár. Niðari bólkurin byrjar sunnudagin 3. august, meðan ovari bólkurin leggur fyri tríggjar dagar seinni, mikudagin 6. august. Landskappingin endar við upp- og niðurflytingardysti millum nummar 8 í Betrideildini, og fremsta liðið í 1. deild, sum ikki longu er umboðað í Betrideildini hjá kvinnum.
Í fjør bleiv fyri fyrstu ferð roynt at skipa fremstu deildina hjá kvinnum sum grundspæl og endaspæl. Hesin kappingarleistur eydnaðist so mikið væl, at avgjørt varð at halda fram við hesi skipan í 2025.
Kortini eru nakrar tillagingar gjørdar. Ein orsøk er, at FIFA vindeygað liggur seinni á árinum, og harafturat er landsliðsvirksemið nú skipað meira skynsamt í mun til landskappingina.
Hetta hevur millum annað við sær, at fleiri leikdagar eru tøkir í seinnu hálvu av kappingini, og tí verða níggju umfør í endaspælinum í ár, samanborið við seks umfør í fjør, og samstundis verður farið frá 20 til 23 umførum tilsamans.
Men ólíkatalið av dystum í endaspælinum hevur við sær, at tað er endaliga plássið í grundspælinum, ið avgerð, hvussu nógvar heima- og útidystir liðini fáa í endaspælinum.
Øll stigini fylgja við frá grundspælinum til endaspælið, meðan tað bara eru málini í innanhýsis dystum millum lið, ið spæla seg í sama bólk, sum fylgja við til endaspælið. Málini í hinum dystunum fella burtur.
Hetta hevur við sær, at nú farið verður undir endaspælið, byrjar KÍ fremst í ovara bólkinum við 36 stigum og málmuninum +12, meðan NSÍ er nummar 2, somuleiðis við 36 stigum, og málmuninum +6. HB er nummar 3 við 31 stigum, og Víkingur er á fjórða plássi við 28 stigum.
Í niðara bólkinum er B36 ovast við 16 stigum, 07 Vestur hevur 8, eitt stig framman fyri Skála, sum hevur 7 stig, og síðani kemur FC Hoyvík við trimum stigum.
Landskappingin endar við upp- og niðurflytingardysti millum nummar 8 í Betrideildini (nummar 4 í niðara bólkinum), og fremsta liðið í 1. deild, sum ikki longu er umboðað í Betrideildini hjá kvinnum.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 04. juli 2025
Diogo Jota, sum spældi við Liverpool og portugisiska landsliðnum, doyði í ferðsluvanlukku hósnáttina
Portugisiski landsliðsleikarin og Liverpool-leikarin, Diogo Jota, er deyður í einari ferðsluvanlukku, 28 ára gamal. Ferðsluvanlukkan hendi í Spania hósnáttina.
Beiggi Diogo Jota, Andre Silva, sum eisini er fótbóltsleikari, doyði eisini í vanlukkuni. Teir báðir koyrdu í einari Lamborghini á einum motorvegi í Cernadilla-økinum nær við markið til Portugal.
Innleiðandi kanningar hava víst, at orsøkin til vanlukkuna helst, at eitt dekk sprongdist í sambandi við eina yvirháling. Síðani koyrdi bilurin útav, og eldur kom í bilin.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 03. juli 2025
Leygardagin 23. august verður eitt nýtt og spennandi átak sett í verk, tá Róðrarsamband Føroya og Skála Róðrarfelag skipa fyri langteinaróðri eftir einum nýggjum leisti
Langteinarógving er ikki nakað nýtt í føroysum kappróðri. Nakrar kappingar av hesum slag hava verið í Klaksvík og Vestmanna áður.
Søguliga sæð róðu føroyskir garpar langt út á fiskimið, og við hesi dagskapping verður vent aftur til røtur okkara.
Kappingin byrjar kl. 13 og verður hildin á longsta fjørðinum í Føroyum, Skálafjørðinum, har luttakararnir fara at rógva góðar 5.000 metrar, har byrjað verður úr Skálabotni og róð út til Skála. Øll kappingin verður skipað sum tíðarroynd, har bátarnir verða sendir avstað við trimum minuttum ímillum, og mátingin byrjar og endar millum boyur, har start- og mállinjan verður.
Hóast langteinarógving áður hevur verið roynd í Føroyum, er hetta fyrstu ferð, at kappingin verður skipað við hesum leisti – bæði fyri luttakarar og áskoðarar. Róðrarsambandið vónar at síggja nógvar bátar til start, og hevur lagt dent á, at gera tiltakið so opið og innbjóðandi sum gjørligt.
Kappast verður í hesum bólkum:
• 5-mannafør kvinnur undir 18 ár
• 5-mannafør menn undir 18 ár
• 6-mannafør kvinnur yvir 18 ár
• 6-mannafør menn yvir 18 ár
Tiltakið er bæði ein roynd og eitt menningarátak, har fokus er á styrki, úthaldni og nýggjar kappingarformar.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 30. juni 2025
Føroysku flogbóltsmenninir endaðu Silvurliguna 2025 við sigri. Føroyar endaðu vummar seks av teimum átta liðunum
Silvurligan 2025, menn:
Georgia – Føroyar 1-3 (18-25, 25-21, 22-25, 18-25)
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 29. juni 2025
Fyri 21. ferð skipar ítróttafelagið Bragdið fyri renning niðan á Sornfelli
21.ferð á rað verður skipað fyri renning niðan á Sornfelli. Tað er Ítróttafelagið Bragdið, sum aftur í ár skipar fyri Bragdið TOPRUN, og renningin verður sunnudagin 6. juli klokkan 17.30.
Renningin byrjar við Effo-støðina í Kollfjarðardali (75 metrar yvir havinum) og endar á Sornfelli (680 metrar yvir havinum), eitt strekkið á 9,8 kilometrar.
Tíðaravmarkingin er ein tími og 45 minuttir, og teinurin er góðar 10 kilometrar.
Tá komið er á mál, er okkurt leskandi at fáa inni í fjallinum (í gamla Nato bunkaranum). Skiftiklæðir verða koyrd niðan á Sornfelli, meðan runnið verður. Bussur koyrir luttakarar omanaftur aftan á renningina.
(Mynd: Ólavur Frederiksen/Faroephoto)
– Toprun er ein spennandi avbjóðing, tí teinurin er í mótbrekku nærum allan vegin. Hóst talan er um tungan rennitúr, eru øll vælkomin at renna við. Toprun er eisini motiónsrenning, tað vil siga, at øll, sum javnan motionera, kunnu vera við. Nærum øll sum hava luttikið í Toprun øll hesi árini, hava gjøgnumført renningina, so tað er ikki ein ógjørlig uppgáva, skrivar Bragdið í tíðindaskrivi.
Rennarar skulu vera fyltir 14 ár fyri at luttaka og kappast verður í fýra bólkum: Menn 14-39 ár, menn eldri enn 40 ár, kvinnur 14-39 ár og kvinnur eldri enn 40 ár.
Trý tey fyrstu í hvørjum bólki fáa heiðursmerki, men øll, sum gjøgnumføra, fáa hvør sítt sergjørt luttakarheiðursmerki. Fyri at koma við á úrslitalistan og fáa luttakaraheiðursmerki mugu luttakararnir verða komnir á mál klokkan 19.15.
(Mynd: Ólavur Frederiksen/Faroephoto)
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 03. juli 2025
Ranja H. Djurhuus og hesturin Sirkill, sum hava vunnið nógv í kappingini tvíspor ung, vunnu á fyrsta sinni í tvíspor vaksin tá kappríðingin varð hildin við Leynavatn sunnudagin
Aftaná avbjóðingar av veðrinum, sum førdu til at kappríðingin var útsett frá leygardegi til sunnudag, eydnaðist at enda at halda árligu kappríðingina við Leynavatn.
Siðbundna kappríðingin hevur verið hildin á hvørjum ári síðani 1970, og hóast tað stundum eru avbjóðingar av, at sandurin er ov lítil, so hevur tað eydnast at halda kappingina hvørt ár.
Kappríðingin hevur seinastu árini verið merkt av, at tær ungu kvinnurnar hava tikið yvir á sigurspallinum. Seinastu tvey árini hava tvær blaðungar kvinnur vunnið FM í kappingini tvíspor vaksin, og sunnudagin traðkaði so enn eitt nýtt stjørnuskot fram á hendan sigurspallin, tá Ranja H. Djurhuus vann kappingina.
16 ára gamla Ranja og hesturin Sirkill vunnu í fjør tvíspor ung, og í ár fara tey bæði so at royna at vinna hjá teimum vaksnu. Nummar tvey gjørdist Alberg B. Lützen á Braga og nummar trý var Barbara Carlsen á Svannu.
Sera tætt var millum fremstu rossini, tíðirnar vóru ávikavist 20,01, 20,06 og 20,11 sekund. Leggjast kann afturat, at Silfá, sum gjørdist nummar fýra, hevði tíðina 20,12, so ellivu hundraðpartar av einum sekundi vóru frá nummar eitt til nummar fýra.
Eisini hjá teimum yngru í tvíspor ung var sera tætt, men at enda vunnu tey somu sum seinast, nemliga Sólrun Lützen á Thor, tey høvdu tíðina 20,43 sekund. Simona Tornby og Kiljan vóru tó sera lítið aftan fyri Sólruna og Kiljan við tíðini 20,54. Spennandi verður at síggja hesi bæði á ólavsøku. Nummar trý gjørdist Brynja Lützen á Tittuni.
Tøltkappingina vann Silja G. Eystberg á Tango, tíðin var 12,17 sekund. Nummar tvey var Bárður Johannessen á Stráki við tíðini 13,25 og nummar trý var Regin Johannessen á Brynjari við tíðini 13,77.
Skeiðkappingina vann Randarsól Heinesen á Stígi, tíðin var 11,15, og nummar tvey var Jóannes Debes á Brúna við tíðini 11,31.
Travkappingina vann Marner Joensen á Glettu, tíðin var 39,93, nummar tvey var Simona Tornby á Gígi við tíðini 43,81, og nummar trý var Kristina Maria Fjallstein á Drotti, tíðin var 48,02.
Næsta FM-kapping verður í Havnardali á ólavsøku, hetta verður fyrstu ferð kappast skal á nýggju kappríðingarbreytini sum enn er í gerð.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 01. juli 2025