

Leygardagur 12. juli 2025 | Nr. 28 | Árgangur 6 | Kr. 0,00
SíÐa 6
SíÐa 4
SíÐa 9
SíÐa 34
SíÐa 17
SíÐa 2
Nýggj útgáva hvønn leygarmorgun kl. 7
(Hesaferð prenta vit røðuna, sum Elin H. Joensen, ÍSF-forseti, helt á fráfaringarhaldinum fyri ítróttafólkunum, sum nú eru farin til Orknoyar at luttaka á Oyggjaleikunum har)
Góðu tit øll
Sum tað er stuttligt at varða av føroyskum ítrótti fyri tíðina. Úrslitini gerast støðugt betri; bæði íðkarar og ítróttagreinar leggjast afturat – og okkara ítróttastjørnur innan nógvar ymsar ítróttagreinar vekja ans úti í heimi. Føroyskur ítróttur blómar! Og tað skapar eitt heilt serligt samanhald millum okkum, sum búgva her mitt í Atlantshavinum. Tað ger okkum errin.
Bara hesa vikuna hava vit fagnað U-21 monnunum í hondbólti, sum komu heim við bronsuheiðurmerkjum eftir HM-kappingina í Póllandi. Og í dag fagna vit føroyska hópinum, sum skal avstað til Orknoyggjar – o g sum uttan iva eisini fer at hava okkurt heiðursmerki við sær heim aftur. Uttan at leggja nakað trýst á nakran, haldi eg meg tora at siga tað við vissu – út frá undanfarnum oyggjaleikum.
Tá ið vit fara í klæðini, har tað stendur FØROYAR á – ella har Merkið er prentað á, ja, so umboða vit ikki longur bara okkum sjálv, men alla tjóðina.
Á bakinum á landsliðstroyggjuni í hondbólti standa hesi orðini: »At bera tað merkið, sum eyðkennir verkið.«
Hetta er ein regla úr tjóðsanginum, ið so væl tekur samanum tað, ið vit øll gera, tá ið vit fara út um landoddarnar at kappast. Tá ið vit umboða Føroyar.
Vit bera tað merkið, sum ger okkum til føroyingar. Vit bera okkara flagg og okkara samleika. Tað, at vit eru føroyingar, eyðkennir tað, vit gera. Tað eyðkennir mátan vit kempa og stríðast. Fyri hvønn annan og fyri hetta lítla landið.
Og tað, at vit umboða Føroyar, ger allan munin.
Bæði fyri tykkum, sum ítróttafólk, men eisini fyri okkum, sum áskoðarar. Bæði fyri tykkum, sum stuðlar, og fyri okkum, sum skipa fyri og hjálpa til á ymsan hátt. Vit gera tað fyri Føroyar og vit gera tað sum føroyingar. Við Merkinum á klæðunum og í hjartanum. Og nú gleða vit okkum til aftur at sleppa á Oyggjaleikir – tað er jú nógv tann størsta fleirítróttakappingin, sum Føroyar luttaka í. Tí hava leikirnir eisini so stóran týdning fyri nógvar ítróttagreinar og nógv ítróttafólk, sum veruliga fáa uppibornan heiður á leikunum.
Tað er ymist, hvussu stórur hópurin er, sum fer avstað. Tað veldst um, hvørjar greinar vertstjóðin hevur við. Í ár telur føroyski hópurin umleið 110 íðkarar úr 8 ymsum ítróttagreinum: fimleiki, svimjing, badminton, súkkling, triathlon, golf, frælsum ítrótti og bogaskjóting – og vit eru óalmindiliga spent at fylgja tykkum. Vit vita, at tit hava fyrireikað tykkum væl – og at eisini tit eru spent at sleppa at kappast.
Hetta eru eisini seinastu leikirnir, áðrenn vit sjálv verða vertir. Áðrenn allar greinarnar aftur sleppa at luttaka. Fyri Føroyar. Í Føroyum.
Og eg eri ikki í iva um, at Betri oyggjaleikir í Føroyum fara at skapa enn størri áhuga og fáa enn fleiri at íðka og at kappast. Tað fer at lyfta støðið á øllum ítróttagreinum – bæði tí at nógv fara at vilja umboða Merkið á heimavølli – og tí at fyrireikingarnar fara at krevja nógv av okkum og harvið geva okkum nógvar royndir sum fyriskiparar.
Góðu tit øll – ítróttafólk, hjálparfólk og stuðlar.
»At bera tað merkið, sum eyðkennir verkið.«
Tað er tað, vit sum føroyingar gera, tá ið vit kappast úti í heimi.
Eg eri ikki eina løtu í iva um, at tit við erni fara at bera Merkið á Orknoyggjum – og at tykkara verk á hesum leikunum, verður okkum øllum til heiður.
Fleiri av tykkum fara við fyri fyrstu ferð. Tað verður ein spennandi uppliving hjá tykkum, og ein fyrireiking til oyggjaleikirnar í Føroyum.
Vit ynskja tykkum alt tað besta. Vit gleða okkum at síggja og stuðla tykkum í tykkara kappingum.
Góða ferð øll somul – og góða eydnu! Og minnist at njóta tíðina á oyggjaleikunum.
Koyr á Føroyar!
Kunnu nærkast hitameti í Føroyum um vikuskiftið
Tú las rætt. Veðurstovurnar eru ósamdar um tað verða 20 ella 24 stig um vikuskiftið.
Fríggjamorgun, tá hetta er skrivað, er heldur gráligt við mjørka og regn, og tað heldur fram í allan dag og til fyrrapartin leygardagin.
Tá fer hann yvir í landsynning og tað fer at klárna. Hitastigini fara krúpandi uppeftir, upp í 16 hitastig, og serliga undan ættini kann vera uppaftur meira.
Sunnudagin verður eystan og tá verður enn lýggjari. Norðanfyri og annars undan ættini kunnu vit vænta upp í 20 stig, og onkur forsøgn lovar enntá 24 stig, segði Knud Simonsen, veðurfrøðingur, við Summarmorgun fríggjamorgunin.
Men tað er vandi í allari vælferð. Talan er um heita luft sum kemur yvir kaldari sjógv eystanifrá og tí kann mjørki væntast eystanfyri, meðan tað norðanfyri og vestanfyri heldur seg klárt, greiðir Knud Simonsen frá.
Um tað verður upp ímóti 24 hitastigum, kann gerast talan um hitamet í Føroyum. Sambært Knud Simonsen eru hitamátingar frá juli 2003 á flogvøllinum í Vágum, sum eru upp í 26,3 stig og frá august 1997 upp í 23,5 stig.
Síggj feskastu veðurforsøgnina her
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 11. juli 2025
Self-Navigating Cars: Ferðafólk verða eggjað til at lata leigubilin avgera hvørji støð skulu vitjast
Í nýggja átakinum hjá Visit Faroe Islands er endamálið at bróta vanligu ferðamynstrini og at geva ferðafólki nýggjar, óvæntaðar upplivingar í Føroyum. Í átakinum verða ferðafólk eggjað til at seta seg handan róðrið og koyra avstað, uttan at vita hvagar leiðin gongur.
Altjóða trupulleiki – føroysk loysn
Ein frágreiðing frá kendu greiningarfyritøkuni McKinsey frá 2024 vísir, at 80 prosent av øllum ferðafólkum í heiminum fara til tey somu 10 prosentini av heimsins kendastu ferðamálunum.
- Um allan heimin flokkast ferðafólk til somu kendu støð, so eisini tey kunnu fáa eyðkendu myndina av víðagitnu støðunum. Fólk eru stýrd av algoritmum og sosialum miðlum, sum skapa eina óendaliga ringrás, har myndir frá kendum ferðamálum draga fleiri ferðafólk til neyvt somu støð. Úrslitið er einsháttaðar upplivingar og støð, sum fáa ov nógv vitjandi, sigur Guðrið Højgaard, stjóri fyri Visit Faroe Islands.
- Eisini her í Føroyum hava vit merkt vaksandi trýst á ávís støð, og nú royna vit at broyta hetta – bókstaviliga.
Múlafossur í Gásadali, Vitin á Kallinum, Trælanípa og Tjørnuvík hava í langa tíð verið millum tey mest vitjaðu støðini. Men við 30 sergjørdum rutum verður ljós varpað á fleiri av teimum minni kendu, men eins vøkru og sermerktu støðunum kring landið. Endamálið er at geva ferðafólki høvi at uppliva minni vitjaðar og ókendar perlur, sum vanliga ikki eru partur av túrinum, tá fólk vitja landið.
Soleiðis gongur tað fyri seg
Átakið er ment í tøttum samstarvi við 62N Bilaleigu, sum bjóðar leigubilar til endamálið. Fyri at leiga hesar serligu bilarnar krevst bara at ein skrivar undir uppá at fylgja GPS-leiðbeiningunum hjá bilinum – uttan at vita, hvar ein fer.
(Mynd: Visit Faroe Islands)
Tá bilurin er leigaður, skannar ferðafólkið eina QR-kotu, sum tendrar GPS-leiðbeiningar til eina serliga rutu, sum er full av óvæntaðum steðgum gjøgnum dagin. Hvør túrur tekur millum tríggjar til seks tímar og fevnir um fýra til seks áhugaverd støð runt landið. Hin ferðandi sær bara eitt stað í senn, so kenslan av at sleppa stýringini og at vera á ævintýrferð til nýggj, spennandi støð verður varðveitt. Á leiðini deilir skipanin eisini søgur og staðbundna vitan. Skipanin er gjørd soleiðis, at eingin fær somu ferðaleið samstundis. Hvør uppliving er sniðgivin, so hon kennist persónlig og serstøk við stuttligum søgum ella serligum aktivitetum á hvørjum steðgi.
Útgangsstøðið er tað staðkenda
Leiðbeiningarnar eru settar saman við nærlagni og taka allar støði í lokalari vitan og tí staðkenda, so vit vísa gestunum vøkur og serlig, men ofta yvirsæð støð í Føroyum.
- Tað eru føroyingar sum hava gjørt ruturnar – og tankin handan hvørja rutu er at vísa ferðafólki sumt av tí, sum vit sjálvi gera. Vit vilja fegin geva teimum eina meira veruliga ella sanna uppliving, sigur Marta Káradóttir, samskiftisleiðari hjá Visit Faroe Islands og verkætlanarleiðari handan átakið.
- Vit biðja í veruleikanum bara ferðafólk um at sleppa teymunum eina løtu. Tí tá ið tú ikki veitst, hvat bíðar handan næsta sving, letur tú upp fyri tí nýggja og óvæntaða. Tú sært ymiskt vakurt, sum tú ikki hevði ætlað. Vit royna við hesum at bróta mynstrini og flyta okkum aftur til tað, sum ferðing eigur at snúgva seg um – at víðka sjónarringin og hugdýpa seg í staðið, tú vitjar, sigur MartaKáradóttir.
(Mynd: Visit Faroe Islands)
Ein skipan, ið spjaðir og vekur hugflogið
Tríggir serligir leigubilar eru partur av átakinum, men allir leigubilar í Føroyum kunnu lættliga verða partur av átakinum. Skipanin, sum byggir á Google Maps, er ókeypis og atkomulig fyri allar leigubilar – einasta kravið er sum nevnt, at tann, sum leigar bilin góðtekur treytirnar og fylgir leiðbeiningunum.
Skipanin byggir á tað arbeiði, sum Visit Faroe Islands fyrr hevur gjørt saman við Google um Google Sheep View.
Bilarnir kunnu leigast frá í dag, 8. juli og prísurin er hin sami sum fyri aðrar leigubilar.
Við átakinum vónar Vist Faroe Islands, at ferðafólk fara at taka av møguleikanum at fáa eina meiri fjølbroytta og óvæntaða uppliving. Samstundis er vónin, at hetta kann vera við til at taka trýstið av ávísum støðum, sum fáa heldur nógv vitjandi um summarið. Vit fegnast um at stóri amerikanski tíðindamiðilin Forbes longu hevur víst átakinum ans.
Gjørdu túrarnir eru til støð í meginøkinum eins og til Suðuroynna.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 08. juli 2025
Snórurin er kliptur og tey fyrstu sluppu at súkkla, renna og ganga gjøgnum nýggja kommunala tunnilin í Havn
Sunnudagin var hátíðarhald í sambandi við at nýggi Húsareynstunnilin og Havnarvegurin varð latin upp fyri almennari ferðslu.
GHM setti dám á haldið við tónleiki, og røður vórðu hildnar av borgarstjóranum, landsstýrismanninum við samferðslumálum og stjóranum í Articon, sum hevur staðið fyri umfatandi arbeiðinum.
Síðan fekk Bergur Robert Dam Jensen, formaður í teknisku nevnd hjá býránum høvi at skera snórin yvir og geva pláss fyri súkklandi, rennandi og gangandi at royna tunnilin sum tey fyrstu.
Sí eisini (fleiri myndir): Latið upp fyri ferðslu
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 06. juli 2025
Fyrsti roknskapurin hjá SMS-samtakinum við nýggju eigarunum. Avlopið var 21,9 milliónir krónur
Tað var kendi vinnulívsmaðurin Hans Mortensen, sum tá var høvuðsstigtakarin og stóri. Síðani hevur sonurin Niels Mortensen í mong ár verið stjóri og eigari saman við Pf. Farcod við Mortan Johannesen. SMS er vaksið nógv síðani stovnanina og staðfestast má, at tað hevur gingið sera væl síðstu mongu árini við rakstrinum og íløgunum.
Í oktober í fjør var kunngjørt at børsnoteraða íslendska samtakið Hagar hf, hevði keypt 100 prosent av partapeninginum í Pf. S.M.S. Tískil er hetta fyrsti roknskapurin hjá Pf. S.M.S. við útlendskum eigarum.
Niðanfyri viðgera vit samtaksroknskapin (kosernroknskapin) hjá Pf. S.M.S.
Rakstraroknskapurin
Roknskapurin vísir, at nettosølan øktist úr 690 milliónum krónum í 2023 til 715 milliónir krónur í 2024, sum er ein vøkstur á 3,6 prosent.
Samlaðu starvsfólkakostnaðirnir í 2024 vóru 131,9 milliónir og samanlagt starvaðust 314 fólk í samtakinum í 2024.
Úrslitið áðrenn avskrivingar í 2024, eisini nevnt Ebidta, var 62,0 milliónir krónur, sammett við 56,2 milliónir í 2023, sum gevur ein vøkstur í rakstrarlønseminum á 10,3 prosent.
Ársúrslitið eftir skatt hjá Pf. S.M.S. í 2024 var eitt avlop á 21,9 milliónir krónur sammett við 12,3 milliónir í 2023. Vøksturin var tí 9,6 milliónir krónur ella heili 78 prosent.
Fíggjarstøðan
Fíggjarjavnin hjá SMS-samtakinum var 417,9 milliónir krónur í 2024, sammet við 427,7 milliónir í 2023.
Støðisognirnar minkaðu nakað, úr 312,6 milliónum í 2023 til 296,6 milliónir krónur í 2024.
Ogn í umferð øktist úr 115,1 milliónum í 2023 til 121,3 milliónir krónur í 2024.
Felagið er væl fyri fíggjarliga. Eginognin við árslok 2024 var 150,9 milliónir krónur sammett við 140,1 milliónir í 2023. Trygdarevnið í 2024 var 36,1 prosent sammett við 32,8 prosent.
Langfreistaða skuldin hjá P/F S.M.S. er fallin úr 153,2 milliónum í 2023 til 150,7 milliónir krónur í 2024.
Stuttfreistaða skuldin er fallin úr 119,2 milliónum í 2023 til 104,7 milliónir krónur í 2024.
Gjaldførið er rímiliga gott, við tað at lyklatalið gjaldførislutfall í 2024 var 115,8 prosent sammett við 96,5 prosent í 2023. Harumframt var tøkur peningur í 2024 í alt 27,9 milliónir krónur.
Samanumtikið er talan um ein góðan roknskap hjá Pf. S.M.S. í 2024, sum er nakað betri enn undanfarnu tvey árini.
Spennandi verður at síggja hvussu raksturin hjá SMS kemur at hátta sær komandi árini, nú íslendska Hagar hf er vorin nýggjur eigari.
Partaeigari í Pf. S.M.S er Hagar hf, Reykjavík, Ísland.
Stjóri í Pf. S.M.S. er Niels H. Mortensen og nevndarformaður er Finnur Oddson.
Greiningin er gjørd av Birgir Nielsen og ráðgevarafyritøkuni Nira Sp/f
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 06. juli 2025
Úrslitið hjá bilasøluni gjørdist hægri enn væntað orsakað av sølu av ognum
Ársúrslitið í 2024 hjá Waag var stak gott, men var partvís orsakað av sølu av ognum.
Ársúrslitið eftir skatt var 18,5 milliónir krónur, sum var eitt vet lægri enn í 2023, tá ið ársúrslitið var 19,8 milliónir.
Waag, sum fyri tveimum árum síðani keypti Pf. Auto Service, umboðar í dag serliga bilmerkini Mercedes, Nissan og Hyundai. Waag heldur til undir Krákugjógv 19 í Havn, har ið Auto Service áður var.
Raksturin
Roknskapurin hjá Pf. Waag vísir, at bruttovinningurin er rímiliga nógv síðstu tvey árini. Úr 21,8 milliónum í 2021 til 36,7 milliónir krónur í 2024.
Ársúrslitið (úrslit eftir skatt) hjá Waag í 2024 var 18,5 milliónir krónur, sammett við 19,8 milliónir í 2023. Hóast talan er um eina afturgongd í 2024 á 1,3 milliónir ella 6,7 prosent, er ársúrslitið tó væl betur enn síðstu árini.
Sambært leiðslufrágreiðingini var ársúrslitið í 2024 hægri enn væntað, men hetta var orsakað av sølu av ognum. Grundraksturin var sum væntað skrivar leiðslan.
Fíggjarstøðan
Fíggjarjavnin hjá Waag vísir, at samlað ogn var 111,5 milliónir krónur í 2024 móti 126,6 milliónum í 2023.
Størstu postarnir á ognarsíðuni í 2024 var fíggjarig støðisogn á 23,4 milliónir. Av ognum í umferð eru goymslan íalt 51 milliónir krónur í 2024 meðan áogn var 17,1 milliónir.
Tøkur peningur í 2024 var 19,9 milliónir krónur í móti 9,2 milliónum í 2023.
Pf. Waag er væl fyri fíggjarliga. Waag hevði í 2024 onga langfreistaða skuld og stuttfreistaða skuldin er 25 milliónir.
Eginpeningurin hjá Waag við árslok 2024 var 86,4 milliónir. Tryggleikastigið var heili 77,5 prosent, sum er sera gott.
Gjaldførið var eisini sera gott hjá Waag. Gjaldførislutfallið, sum er ognir í umferð í mun til stuttfreistaða skuld var 352 prosent í 2024 samanborið við 174 prosent í 2023.
Samanumtikið er talan um ein sera góðan roknskap hjá Waag fyri 2024.
Stjóri í Pf. Waag er Joen Pauli Waag. Nevndarforkvinna er Minny Waag.
Greiningin er gjørd av Birgir Nielsen og ráðgevarafyritøkuni Nira Sp/f
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 08. juli 2025
Vinningsbýtið til partaeigararnar er fýra milliónir
Talan var um næstbesta úrslitið hjá Vaðhorn Seafood P/F í síðstu 10 árini.
Søgan handan Vaðhorn Seafood er sprottin á Eiði, tá virkið var sett á stovn í 1973. Siðani flutti virkið í 1984 til Skála og er í dag staðsett á Hulki á Strondum.
Vaðhorn Seafood framleiðir saltfiskavørur. Rávøran verður keypt frá føroysku línuskipunum umvegis uppboðsølurnar. Vøran verður síðani víðarigóðska á virkinum á Hulki til fyrsta floks saltfiskavøru, til marknaðir í suðurevropa.
(Savnsmynd: Jens Kr. Vang)
Raksturin:
Í ársroknskapinum hjá Vaðhorn Seafood P/F fyri 2024 sæst, at bruttovinningurin var 41,6 mió.kr, sum er ein hækking á 13,7 mió.kr., ella heili 41,4 prosent, í mun til í 2023.
Rakstraravlopið (ebitda) í 2024 øktist munandi, úr 8 mió.kr. í 2023 til 19,3 mió.kr. í 2024. Hækkingin í rakstraravlopinum var 11,2 mió.kr. í 2024 ella 140 prosent. semmett við 2023.
Vaðhorn Seafood hevði í 2024 eitt rakstraravlop eftir skatt á 9,6 mió.kr., sammmett við eitt hall á -358 tkr. í 2023. Tískil betraðist ársúrslitið í 2024 heilar 9,9 mió.kr.
Aðalfundurin hevur samtykt at útluta 4 mió.kr. til partaeigararnar.
Fíggjarstøðan:
Um vit hyggja eftir eftir fíggjarstøðuni hjá Vaðhorn Seafood sæst, at samlaða fíggjarstøðan í 2024 var 104,3 mió.kr.
Støðisogn, sum er føst ogn og leysafæ og maskinur var 41,6 mió.kr. Ogn í umferð, sum er vørugoymsla, áogn frá sølu, innistandandi peningur vm. vóru 62,7 mió.kr.
Vaðhorn Seafood hevði við árslok 2024 eina eginogn á 33,6 mió.kr. Trygdarstigið er 32,3 prosent, sum verður mett rímuliga gott.
Tann langfreistaða skuldin við árslok 2024 var 19 mió.kr. og stuttfreistaða skuldin var 46,6 mió.kr.
Um hugt verður eftir lyklatalinum gjaldførislutfall, sum vísur støði á gjaldførinum, so er hetta lyklatalið betra úr 110,3 prosent í 2023 til 134,6 prosent í 2024. Tøkur peningur við árslok 2024 var íalt 8,1 mió.kr. Hetta merkir at gjaldførið hjá Vaðhorn er betra í 2024.
Staðfestast kann at talan er um ein góðan roknskap og eitt gott ársúrslit hjá Vaðhorn Seafood fyri 2024. Felagið er somuleigis rímuliga væl fyri fíggjarliga og gjaldførisliga.
Partaeigarar, sum eru størri enn 5 prosent í Vaðhorn Seafood P/F er felagið Sp/f 10.07.2007, har Jógvan Gregersen og Jens Martin Knudsen eru eigarar.
Stjóri í Vaðhorn Seafood er Jógvan Gregersen. Nevndarformaður er Bjørn á Heygum.
--
Greiningin er gjørd av Birgir Nielsen og ráðgevarafyritøkuni Nira Sp/f, www.nira.fo
--
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 11. juli 2025
Nýggi handilin letur væntandi upp síðst í árinum
Fríggjadagin varð nýggjur Á-handil reistur á Argjum.
Talan er um eina útbygging og dagføring av gomlu maskinhøllini undir Kongavarða, sum í fleiri ár hevur staðið tóm. Hetta verður nú ein nýggjur Á-handil.
(Mynd: Á)
Arbeiðið við at byggja nýggja handilin verður væntandi liðugt síðst í árinum, tá Á-handil nr. 11 somuleiðis letur upp. Á Argir fer at minna um Á-handilin við Sundsvegin í útsjónd.
Húsavarðartænastan stendur fyri arbeiðnum undir Kongavarða.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 11. juli 2025
Føroyskir bilførarar kunnu nú brúka talgilt koyrikort í Danmark – og danskir bilførarar kunnu á sama hátt brúka talgilt koyrikort í Føroyum
Nú kunnu føroyskir bilførarar brúka talgilt koyrikort í Danmark – og danskir bilførarar kunnu á sama hátt brúka talgilt koyrikort í Føroyum.
Hetta kom í gildi 1. juli, og er úrslit av eini avtalu, sum landsstýrismaðurin við samferðslumálum, Jóhan Christiansen, og danski samferðslumálaráðharrin, Thomas Danielsen, undirskrivaðu 26. mai í ár, boðar Fiskivinnu- og samferðslumálaráðið frá í tíðindaskrivi.
– Við hesum stigi hava vit gjørt tað møguligt hjá bilførarum at brúka talgilt koyrikort – óansæð um tú ert í Føroyum ella í Danmark. Vónin er, at hendan avtalan er fyrsta stigið á leiðini til, at føroyskt talgilt koyrikort kann verða góðkent í fleiri ES-londum, sigur Jóhan Christiansen, landsstýrismaður í samferðslumálum.
Talgilt koyrikort er við hesum javnsett við vanligt koyrikort og kann brúkast sum lógligt prógv at koyra bæði í Føroyum og í Danmark.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 05. juli 2025
Hetta merkir, at verandi pinkubarnascreening (PKU-screeningin) fer at fevna um fleiri ílegusjúkur, sum kunnu viðgerast
Súsanna Bertholdsen, landsstýriskvinna við heilsumálum, fegnast um, at pinkubarnascreeningin í Føroyum verður víðkað frá 1. oktober í ár.
Hetta merkir, at verandi pinkubarnascreening (PKU-screeningin) fer at fevna um fleiri ílegusjúkur, sum kunnu viðgerast. Talan er um ílegusjúkur, sum eru vanligari í Føroyum enn aðrastaðni, og har tað hevur stóran týdning fyri úrslitið av viðgerðini, at hon verður sett í verk skjótast gjørligt, áðrenn sjúkutekin vísa seg.
– At pinkubarnascreeningin verður snikkað til føroyska tørvin, er eitt týdningarmikið stig fyri føroyskar nýføðingar og teirra familjur. Tá sjúkan verður staðfest skjótast gjørligt, kunnu vit tryggja, at viðgerð verður sett í verk beinanvegin. Hetta hevur avgerandi týdning fyri førleikar og lívsgóðsku, sigur Súsanna Bertholdsen, landsstýriskvinna.
Sjúkrahúsverkið er farið undir at fyrireika tilboðið, sum verður fíggjað innan verandi játtan hjá heilsuverkinum. Árligi kostnaðurin er mettur at vera umleið 600.000 krónur.
Berarakanningar
Tá arbeiðsbólkur, fyrr í ár, handaði landsstýriskvinnuni tilmæli um kanningar av ílegusjúkum í Føroyum, varð eisini mælt til at skipa eitt tilboð um berarakanningar fyri deyðiligar ílegusjúkur. Talan er um at geva pørum millum 18 og 45 ár tilboð um at kanna, um tey eru berarar av ávísum deyðiligum ílegusjúkum, sum ikki kunnu viðgerast.
Landsstýriskvinnan hevur fingið undirtøku fyri at fara undir at fyrireika hetta tilboðið. Heilsumálaráðið fer nú undir at fyrireika eina lógarbroyting, sum eftir ætlan skal leggjast fyri Løgtingið í heyst. Samstundis arbeiðir landsstýriskvinnan við at fáa játtan til berarakanningarnar á fíggjarlógina fyri 2026.
PKU-kanningar
Í Føroyum verður danska pinkubarnascreeningin fylgd, har øll foreldur fáa tilboð, um at lata barnið kanna fyri 25 álvarsligar sjúkur, sum kunnu geva álvarsligt mein, um tær ikki verða funnar og viðgjørdar tíðliga.
Mannagongdin í kanningini er, at barnið fær eitt prik í hælin 48-72 tímar eftir føðing, har ein blóðroynd verður tikin. Blóðið verður koyrt á eitt serligt filtpappír, eitt sonevnt PKU-kort.
Frá 1. oktober 2025 verða allir nýføðingar kannaðir fyri ílegurnar CTD, HCLS, CF og GSDllla – umframt tær 25 sjúkurnar, sum kunnu staðfestast í pinkubarnascreeningini (PKU-kanningin).
Á heimasíðuni hjá Heilsustýrinum ber til at lesa meira um PKU-kanningina og fáa eitt yvirlit yvir sjúkurnar, sum kanningin fevnir um.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 07. juli 2025
Í Hvalba løgdu 40 hvalir beinini og móti kvøldið var ein grind á somu stødd dripin í Bø
Stutt fyri middag farna leygardag varð ein grind funnin inni á fjørðinum í Hvalba, við Tjørnunes.
Grindin varð rikin inn á Nes í Hvalba og hildin til. Drápið gekk skjótt og væl og grindin taldi 40 hvalir. Skift varð í heimapartar til Hvalbiar sókn.
Seinni sama dag var ein grind funnin tríggjar fjórðingar suður úr Mykinesi. Grindin varð rikin inn á Bø og hildin til um átta tíðina.
Drápið tók barar nakrar fáar minuttir. Talan var um einar 40 hvalir. Grindin varð býtt í drápspartar
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 05. juli 2025
Tá ið Beinir Kristiansen undanfarna mikukvøld stóð við tráðu í Kaldbaksbotni fekk hann ársins fyrsta fráboðaða kúlulaks - ein kallfiskur á 45 sentimetrar
Kúlulaksur (Oncorhynchus gorbuscha) er minsti men talríkasti kyrrahavslaksurin í ættini Oncorhynchus. Nattúrliga útbreiðsluøkið hjá kúlulaksi er norðari partur av Kyrrahavinum, har hann gýtir á bæði eystur- og vestursíðuni. Men fyri at fáa eina vinnu burtur úr kúlulaksinum, settu russar í fleiri umførum kúlulaks frá Kyrrahavinum út í russiskar áir við Barentshavið og Hvítahavið, og hagani hevur kúlulaksurin síðani spjatt seg vestureftir.
Kúlulaksurin verður kynsbúgvin sum tvey ára gamal. Ein kynsbúgvin kúlulaksur er áleið 40-55 sentimetrar til longdar og vigar í miðal 1,0 til 2,5 kilo. Stutta tvey ára lívsringrásin hjá kúlulaksinum hevur borið við sær, at slagið hevur tveir gýtingarstovnar. Annar gýtir maka ár, og hin gýtir ómaka ár. Tað er gýtingarstovnurin, ið gýtir ómaka ár, sum hevur verið støðugt at sæð um okkara leiðir síðani 2017, og tískil var væntað, at kúlulaksur aftur fór at verða fingin í ár, tó kom hann nakað fyrr enn væntað. Undanfarin ár er hann ikki fingin fyrr enn seint í juli ella tíðliga í august.
Í Firum heita tey á øll, ið fáa kúlulaks, um at venda sær til Kirstina Eliasen, granskara, á [email protected] ella á tlf. 774703.
Ivast tú í hvørt tað er ein kúlulaksur tú hevur fingið, ber til at síggja mun á honum og til dømis síl og laks við tað at kúlulaksur hevur blettir á stertinum og svarta tungu, umframt at kallfiskurin fær eyðkendu kúluna á rygginum tá ið hann er kynsbúgvin, skrivar Firum.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 05. juli 2025
Brynhild Hanusardóttir Reinert og Katrina Clementsen fara at deila starvið í viðtalu 5 frá 1. oktober
Frá 1. oktober verða tveir nýggir kommunulæknar í viðtalu 5 í Heilsumiðstøðini í Runavík.
Tað eru Brynhild Hanusardóttir Reinert, og Katrina Clementsen, sum fara at deila starvið í viðtalu 5, skrivar Runavíkar kommuna.
Brynhild Hanusardóttir Reinert tók embætisprógv í læknafrøði í 2017, og fekk serlæknagóðkenning í almennum medisini í vár. Katrina Clementsen tók embætisprógv í læknafrøði í 2016, og væntar at fáa serlæknagóðkenning í almennum medisini í summar.
Umleið 7.300 fólk búgva í Heilsuøki 2, sum fevnir um Nes, Sjóvar og Runavíkar kommunur, og nýggju kommunulæknarnir í viðtalu 5 eru eitt týðandi stig í at betra heilsutænastuna í økinum, skrivar kommunan.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 05. juli 2025
Torkil Tórgarð avloysir 1. september Hedvig Westerlund-Kapnas, sum hevur verið stjóri síðani september 2019
Tá søkt varð eftir nýggjum stjóra til Føroya Fólkaháskúla komu 15 umsóknir til starvið, og stjórnin hevur valt at seta Torkil Tórgarð at leiða háskúlan komandi fimm árini, boðar háskúlin frá í tíðindaskrivi.
Torkil Tórgarð avloysir Hedvig Westerlund-Kapnas, sum hevur verið stjóri síðani september 2019.
Torkil er føddur í 1990 og verður sostatt 35 ára gamal, tá hann tekur við sessinum 1. september.
Torkil hevur breiðar royndir á føroyska mentanarpallinum, serliga innan films- og leiklist og hevur eisini fingist við at skriva og menna films- og leikrit. Seinastu árini hevur hann nomið sær útbúgving í sálarfrøði og samskifti, og er um at vera liðugur við yvirbygning í sosialsálarfrøði og læring.
– Nýggi stjórin ætlar at leggja serligan dent á sambondini millum menniskja og samfelag, og hvussu mennandi og samansjóðandi tilgongdir verða skaptar í sosialum umhvørvum. Hann ynskir at halda fram við nógvum av tí dygdararbeiði, sum undanfarnir stjórar hava lagt eftir seg, og at menna skúlan víðari sum eitt kveikjandi tilboð í føroyska samfelagnum.
– Háskúlin hevur seinastu árini lagt dent á at bjóða nám innan listarligu greinarnar, og tað fer framhaldandi at síggjast aftur, men nýggi stjórin fer harumframt at stremba eftir at breiðka virksemið á stovninum og at skapa opin rúm, har alskyns virksemi verður hýst, og bæði vistarnæmingar og almenningur sleppa at royna seg í ymsum høpum, skrivar Føroya Fólkaháskúli.
– Á fólkafundinum úti á háskúlanum á ólavsøku verður høvi at heilsa upp á bæði farandi og komandi stjóran.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 05. juli 2025
Hon tekur 1. august við fyri Leiv Frederiksen. Rannvá býr í Vestmanna, har hon hevur starvast í skúlanum síðani 2011
Landstýrissmaðurin við barna- og útbúgvingarmálaráðnum, Djóni Nolsøe Joensen, hevur sett Rannvá Margretu Matras-Olsen í starv sum skúlastjóri í Velbastaðar skúla. Hetta frá 1. august 2025 at rokna.
Nýggi skúlastjórin er avloysari hjá Leivi Frederiksen. Starvið á Velbastað varð lýst leyst, og 42-ára gamla Rannvá Matras-Olsen fekk starvið.
Hon tók læraraprógv í 2011 frá Føroya læraraskúla og í 2014 ískoytisútbúgving til Bachelor of Education. Síðani Rannvá gjørdist lærari, hevur hon starvast í Vestmanna, har hon býr, skrivar Skúlablaðið.
- Rannvá hevur royndir frá Vestmanna skúla síðani 2011. Hon hevur undirvíst í øllum deildum í skúlanum, á Melini og seinastu 3 árini røkt uppgávuna sum kt-vørður í Vestmanna skúla.
Rannvá fór í 2023 undir leiðsluútbúgvingina Master í leiðslu og skipan á Fróðskaparsetri Føroya, og hevur í summar lokið fyrsta stig, diplom á masterstigi í leiðslu og skipan.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 08. juli 2025
Silvitni kom í vikuni heim aftur eftir luttøku í European Choir Games
Lítla úrvalskvinnukórið Silvitni we komið heimaftur eftir at hava luttikið á stóra kórfestivalinum European Choir Games & Grand Prix of Nations 2025, sum hevur verið hildin í Aarhus hesa seinastu vikuna.
Umframt at vera ein fagnaður til kórsang í høgum støði, er eisini talan um eina kapping millum kór úr øllum heimsins heraðshornum.
Silvitni undir leiðslu av Cinthiu Gonzalez Parada luttók í tveimum kappingum.
Fríggjadagin høvdu tær konsert í Skt. Lucas kirke. Hetta var ein liður í kappingini fyri andaligan tónleik. ‘Musica Sacra a capella’ kallaðist henda kategoriin.
Sjálvar skriva tær soleiðis um framførsluna:
- Tað gekk heilt væl. Klangurin í kirkjuni passaði sera væl til okkum 10, og vit fingu sungið inniligt, hart og alt har ímillum. Vit flutu á skýggjum, tá vit vóru lidnar. Lekkurt!
Leygarmorgunin høvdu tær aftur konsert, hesaferð í minna salinum í Aarhus Musikhus. Her var talan um kappingina ‘Chamber Choirs/Vocal Ensembles’.
Um hesa framførsluna søgdu tær:
- Leygarmorgunin sungu vit í Musikhuset - Lille sal, og tá liðu vit, satt at siga, av forkølilsi og nervum, og gjørdu onkur mistøk. Men tí slepst illa undan, og tað er ikki annað at gera enn at halda fram at syngja, og so komu vit aftur á rætt lag. Tað er ikki víst, at áhoyrararnir løgdu merki til tað, tí vit plaga at hava gott poker face, men dómararnir hoyra alt.
Longu leygardagin var greitt, at tað ikki fór at vera nakað gullheiðursmerki til Silvitni á hesum sinni, tí tær vóru ikki bodnar við til stóru finaluna í Musikhuset sunnudagin.
Men tað vísti seg kortini, at Silvitni hevði klára seg rættiliga væl, tí tær fingu silvurheiðursmerki í báðum kappingunum. Og í kappingini fyri andaligan sang, manglaði ikki nógv í, so høvdu tær verið millum kórini, sum fingu gull.
Í hesi kappingini luttók Gøtu kirkju Ungdómskór eisini, og tey fingu eisini silvur.
Upplivingin setir seg í kroppin
Silvitni sigur soleiðis um upplivingina:
- Men soleiðis er við kappingum. Tær bjóða av og krevja, at vit støðugt menna okkum og gera tað, sum vit elska allarmest – nevniliga at syngja saman.
- Ein sovorðin kóruppliving setir seg ordiliga í kroppin. Hvønn dag, um allan býin vóru kór og hitaðu upp, sungu vinakonsertir og kappaðust. Kroppur, sinn og sál eru nú full av tónleiki, rørslum og hugskotum.
Næsta summer verður World Choir Games hildnir í Helsingborg í Svøríki.
(Myndir: Victor Alejandro Rivera)
Silvitni saman við Gøtu kirkju Ungdómskór, sum undir leiðslu av Símuni Hammer, eisini vann tvey silvurheiðursmerki í Aarhus
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 07. juli 2025
Kórið hevur seinastu dagarnar luttikið í European Choir Games í Aarhus
Í døgunum 28. juni til 6. juli luttók Gøtu Kirkju Umgdómskór í European Choir Games í Aarhus.
Talan er um eina kapping, sum svarar til EM fyri kór, og fekk Gøtu Kirkju Ungdómskór tvey silvurheiðursmerki innan greinarnar "Spiritual & Gospel" og "Kirkjutónleikur", skrivar kórið á Facebook.
– Vit eru ógvuliga væl nøgd, serliga, tí at stór útskifting hevur verið í kórinum síðsta árið, skrivar kórið.
Kórið skrivar, at tey flestu halda fram í kórinum eftir summarfrítíðina, men ætla tey eisini at vaksa munandi um kórið komandi árið.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 07. juli 2025
Skipað verður fyri stórdansi 11. oktober
Leygarkvøldið 11 oktober verður stórdansur við "Gutta fra Scandinavia" í Dansifrøi í Havn.
Í 1989 stovnaðu Steinar Storm Kristiansen og Terje Mårstad orkestrið Scandinavia, sum gjørdist eitt tað størsta dansibandorkestrið í Norðurlondum nakrantíð.
Í 2009 góvust teir við Scandinavia, men áhoyrarir vildu hava meira av hesum góða tónleiki, so árið eftir byrjaðu Steinar og Terje bólkin "Gutta fra Scandinavia". Seinastu árini hava teir fleiri ferð verði í Føroyum, og er tað sera góður dansur tá teir spæla.
Í steðginum verður tað Finnur S Olsen sum kemur at standa fyri tónleikinum.
Tónleikurin byrjar klokkan 23, og hildið verður á líka til kl 03.45
Einans 450 atgongumerki verða seld, og tey eru at fáa á atgongumerki.fo
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 08. juli 2025
Ulf Kristersson hevur verið í vanda tí trygdarverjar hansara brúktu eina opna venjingarapp
Við at brúka eina vælkenda venjingarapp, hava lívverjarnir hjá svenska forsætisráðharranum í fleiri ár sett lívið hjá stjórnarleiðaranum í vanda.
Tað er stóra svenska blaðið, Dagens Nyheter, sum avdúkar, at fleiri lívverjar undir trygdarløgregluni, millum annað lívverjarnir hjá Ulf Kristersson, hava brúkt appina Strava, har almenningurin hevur kunnað fylgt við hvar teir hava vant, og harvið eisini avdúkað hvar forsætisráðharrin hevur verið.
Umvegis venjingarappina hevur verið møguligt at fylgja við, hvar lívverjarnir búgva, hvar teir venja, hvar teir halda feriu og hvussu teir ferðast til og frá arbeiði.
Fleiri av hesum lívverjum hava ábyrgdina av trygdini hjá Ulf Kristersson, forsætisráðharra, men talan er eisini um lívverjar, ið hava ansað eftir limum í kongsfamiljuni umframt øðrum høgtstandandi svenskum politikarum.
Á appini sæst, at fleiri av lívverjunum hava verið rennitúrar frá og til bústaðin hjá Kristersson í Strängnäs, og tí eru sannlíkindini fyri, at eisini Kristersson hevur runnið somu túrar.
Appin kann eisini avdúka hvar forsætisráðharrin hevur verið staddur og hvørjar uttanlandsferðir hann hevur verið á.
Til dømis kann Dagens Nyheter avdúka, at Kristersson í oktober í fjør, saman við konu síni, var á vikuskiftisferð í Álandi. Tað kom ongantíð nakað fram um, at svenski stjórnarleiðarin var í Álandi, men lívverjar hansara avdúkaðu umvegis Strava, at teir vóru rennitúrar bæði leygardag og sunnudag við útgangsstøði frá einum av fínastu hotellunum í Mariehamn.
Sambært svensku trygdarløgregluni, Säpo, verður hetta málið tikið í størsta álvara. Säpo viðgongur, at tey ikki høvdu illgruna um, at venjingarappin kundi vera ein trygdarvandi.
Áðrenn Dagens Nyheter avdúkaði hesa søguna, fekk Säpo møguleika fyri at støðga trygdarlekanum, og viðkomandi lívverjar hava eisini læst sínar kontur á venjingarappini.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 08. juli 2025
Roman Starovojt, samferðslumálaráðharri, tók lívið av sær eftir at hann fekk sekkin frá Putin
Russiski samferðslumálaráðharrin, Roman Starovojt, sum mánadagin fekk sekkin frá Vladimir Putin, forseta, hevur framt sjálvmorð.
Russiskir myndugleikar váttaðu fyri fleiri miðlum, at Starovojt hevði beint fyri sær. Miðlarnir skrivaðu, at hann hevði skotið seg sjálvan.
Tað var í eini fráboðan frá forsetaskrivstovuni fyrr mánadagin, at tað kom fram, at Roman Starovojt, var settur frá sum samferðslumálaráðharri.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 07. juli 2025
Fyri eini stórari mannfjøld við 350 luttakarum á ársfundinum hjá bretska orkumeginfelagnum kunnaði Barbara Thorsteinsson frá Jarðfeingi herfyri um møguleikarnar fyri oljuleiting við Føroyar
Orkuframtíðin í Norðsjónum var á skránni, tá meginfelagið hjá bretsku orkuvinnuni, “Offshore Energies UK” helt ársfund í Aberdeen nú um dagarnar.
Tiltakið er eitt av teimum heilt stóru, tá tað um framtíðar orkuvinnu ræður, og í hesum sambandi høvdu fyrireikararnir bjóðað umboði fyri Jarðfeingi at hava framløgu um framtíðar leitimøguleikar á føroyska landgrunninum.
Barbara Thorsteinsson, jarðfrøðingur, sum hesi seinastu árini saman við øðrum starvsfeløgum hevur marknaðarført føroyska olju- og gassleiting, legði fram nýggjastu jaligu úrslitini frá seinastu kanningunum av undirgrundini við markið.
Undir heitinum: “Faroe Islands – Still Underexplored – But Full of Possibilites” greiddi Barbara frá mongu nýggju møguleikunum at finna olju og gass í føroysku undirgrundini serstakliga tætt við markið til Bretlands.
Við spennandi og sigandi kortum um eitt møguligt framhald av olju- og gassfundum í bretska grannalagnum vakti føroyski jarðfrøðingurin stóran ans millum tey hundraðtals umboðini fyri bretska orkuvinnu, sum høvdu leitað sær til Aberdeen henda ein tann mest týðandi dagin hjá orkuvinnuni.
Hon greiddi frá, hví tíðin er komin hjá orkufeløgum at varpa ljós á aftur føroysku undirgrundina, og hvat ger støðuna øðrvísi í dag. Hvat er nýtt og hví vit eru meira bjartskygd í dag. Og ikki minst, hvørji øki eru opin til leiting, og hvussu verður borið at til tess at fáa lut í loyvum.
Tað var fullkomin tøgn í stóru fundarhøllini, tá føroyski jarðfrøðingurin legði fram eitt nýtt kort fyri og annað eftir við spildurnýggjum upplýsingum um møguleikarnar fyri at leita eftir og finna kolvetni í føroyskum øki, skamt frá stóru olju- og gassleiðunum bretsku megin markið.
Hon vísti á ta nógvu vitan, sum teir níggju brunnarnir á landgrunninum eins og aðrar kanningar, hava givið og síðani og ikki minst úrslitini av tulking av øllum tí nógva tilfarinum, sum nú vísa fleiri sokallað “leads” tvs. øki í undirgrundini, har nógv bendir á, at olja og gass kunnu verða goymd. Hesi geva nýggja vón til føroyska økið.
Eisini varð greitt frá tryggu og óbroyttu kørmunum fyri leiting eins og lagaligu og støðugu skattaskipanini í sambandi við framleiðslu. Somuleiðis varð kunnað um lagaligu treytirnar fyri at kunna fara undir kanningar í sambandi við leiting, nakað, sum avgjørt kann gerast ein fyrimunur fyri feløg, ið kunnu hugsa sær at koma inn í føroyskt øki at gera sínar egnu kanningar.
- Latið okkum byrja samtaluna. Um nakað av tí, sum tit hava sæð og hoyrt í dag hevur skapt forvitni ella hugskot, tá eru vit tilreiðar at tosa við tykkum. Vit hava eina “Open Door” leitiskipan, har tit kunnu søkja um loyvi til eina og hvørja tíð. Vit á Jarðfeingi vilja stuðla tykkum við data, vitan og dialogi, segði føroyski jarðfrøðingurin.
Barbara Thorsteinsson vísti at enda til orðini hjá nýggja føroyska vinnu- og uttanríkisráðharranum, Sirið Stenberg um, at Føroyar eru tilreiðar at veita vissu og trygd og politiskt støðufesti, sum er týðandi fyri ein og hvønn íleggjara.
Tá tikið varð samanum fyri allan orkudagin var eitt av skoðsmálunum og niðurstøðunum, at framløgan hjá føroyska luttakaranum hevði vakt serstakan ans og varð mælt til at fáa meiri vitan um Føroyar sum framtíðar leitiland hjá leiðaranum fyri føroysku marknaðarføringini, sum var til staðar.
Hetta er ikki fyrstu ferð, at Jarðfeingi fer út um landoddarnar at marknaðarføra føroyska kolvetnisleiting. Tað gjørdu tey eisini fyrr í ár á orkuráðstevnuni BEOS í London. Men hetta er so fyrstu ferð, at Føroyar fingu ein so stóran og týðandi pall at kunna um kolvetnismøguleikar.
Um tveir mánaðir verður altjóða orkuráðstevnan og messan “Offshore Europe” hildin í Aberdeen. Tá hava umboð fyri føroyska leiting eins og veiting, tvs. veitingarvinnuna, møguleika at vitja og kunna um alt tað, sum oyggjalandið úti í Norðuratlantshavi hevur at bjóða altjóða vinnu.
Niels Christian Nolsøe, stjóri og Barbara Thorsteinsson, leiðari av marknaðardeildini á Jarðfeingi saman við Jan Müller, stjóra í FOÍB, her á ársfundinum hjá Offshore Energies UK
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 07. juli 2025
Niðurstøðan á ársfundinum hjá bretsku orkuvinnuni herfyri var, at bjartskygni nú aftur hómast í vinnuni.
Eftir stórar rembingar í kjalarvørinnum á grøna orkuskiftinum er olju- og gassvinnan í Bretlandi nú aftur við at fóta sær. Tað var niðurstøðan á ársfundinum hjá felagnum, sum umboðar bretska orkuvinnu. Umboð fyri Jarðfeingi og FOÍB luttóku á fundinum, teirra millum Niels Christian Nolsøe, stjóri á Jarðfeingi.
Um somu tíð sum stórar útbyggingar fara fram hjá grannanum Noregi og nýggj leitiloyvi verða latin, hevur gingið tann øvugta vegin í Bretlandi, har myndugleikarnir hava álagt vinnuni sera høgan serskatt umframt at steðga nýggjari leiting. Oman á hetta kom so eisini ein avgerð hjá dómstóli um, at umhvørvistreytirnar fyri at kunna fara undir framleiðslu skulu gerast nógv strangari.
Alt hetta hevur fingið vinnuna í Bretlandi at rópa varskó og ávara myndugleikarnar um, at heldur henda gongdin fram verður tað mønustingurin fyri olju- og gassvinnuna. Í seinastuni eru tó komin nýggj signal frá stjórnini um, at broytingar fara at verða gjørdar, sum skulu gera tað lættari fyri vinnuna at arbeiða. Hetta tí at myndugleikarnir sanna, at tørvur fer at verða á olju og gassi í nógv ár aftrat, um somu tíð sum grøna orkuskiftið verður ment.
Hetta var so eisini nakað, sum fylti nógv á stóra ársfundinum hjá meginfelagnum hjá bretsku orkuvinnuni, Offshore Energies UK í Aberdeen nú um dagarnar, har framløgurnar um framtíðina í Norðsjónum vórðu merktar av byrjandi bjartskygni í vinnuni.
Og tað var so eisini nakað, sum stjórin á Jarðfeingi, Niels Christian Nolsøe legði sær í geyma, tá hann luttók á stóra tiltakinum, har Barbara Thorseinsson, jarðfrøðingur, hevði eina spennandi framløgu um møguleikarnar fyri leiting við Føroyar.
Niels Christian Nolsøe segði eftir tiltakið seg bíta merki í serstakaliga eitt hugtak í mongu framløgunum á ársfundinum, nevniliga “Homegrown Energy”.
- Tað var eitt lyklahugtak á ráðstevnuni, og tað sipar til alla orku, sum eitt land kann framleiða, heilt frá olju, gassi, vindi, sól o.s.fr.
Sjónarmiðið er, at vit eins væl sjálvi kunnu framleiða ta orkuna vit brúka, sum at innflyta hana.
- Hetta er sjálvandi serliga galdandi fyri olju og gass, sum bretska stjórnin vegna útlátið av CO2 í atmosferuna higartil hevur gjørt nógv fyri at steðga framleiðsluna av.
Tað eru tó nógv tekin um, at bretar sum heild nú hugsa, at tað er absurd at keypa ta oljuna uttanlands frá, sum landið undir øllum umstøðum brúkar, tá tey sjálvi kunnu framleiða hana úr Norðsjónum.
Sum ein oljustjóri tók til: vit skapa ongan eftirspurning eftir olju og gassi, vit nøkta bara tann tørvin, sum er.
‘Energy Mix’ var eitt annað lyklahugtak á ráðstevnuni, ið sipar til áðurnevndu orkukeldur, har sjónarmiðið er, at olja og gass eisini má hava eitt pláss í mixinum, men sjálvandi minkandi sum frá lýðir. Heilt at avskriva olju og gass gevur onga meining, tá tað óivað verður eftirspurningur eftir hesum produktum nógv áratíggju afturat.
Niels Christian Nolsøe:
- Okkara íkast til ráðstevnuna, sum Barbara Biskupstø Thorsteinsson framførdi framúrskarandi, varð sera væl móttikið. Bretar gleðast um, at føroyska stjórnin er jalig mótvegis oljuleiting í føroyskum øki, og okkurt oljufelag og onkur íleggjari í oljuvinnuni vóru áhugað í at hoyra meira um møguleikarnar við Føroyar.
Eitt triðja hugtak var 'Managed Decline', ið sipar til stýrda niðurlaging av framleiðsluni av kolvetni í bretska partinum av Norðsjónum.
Spurningurin er bara, hvussu skjótt hendan niðurlaging kann gerast. Ansast má eftir at tað ikki gongur so skjótt, at vit koma út í “orkufátækradømi”, segði ein framleggjari, tvs. at sparast má so nógv upp á orkuna, at tað ávirkar lívsgóðskuna munandi. At fólk onkuntíð sita køld og av og á mugu eta kaldan mat.
Niels Christian Nolsøe og Barbara Biskopstø Thorsteinsson eru nú farin heimaftur til Føroya fyri m.a. at tilrættaleggja møguliga luttøku á stóru altjóða orkuráðstevnuni og messuni "Offshore Europe 2025" í Aberdeen í september.
Barbara Thorsteinsson frá Jarðfeingi t.h. saman við einum av mongu luttakarunum á ársfundinum. Slík høvi geva møguleika fyri at knýta nógv nýggj sambond, sum kunnu vera sera hent í týðandi arbeiðinum hjá eitt nú Jarðfeingi, ið hevur ábyrgdina av at marknaðarføra Føroyar til leiting eftir kolvetnum (Mynd: Jan Müller)
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 08. juli 2025
Hetta fyri at kunna varðveita starvsfólk á støðunum úti á Hebridunum
Bakkafrost í Skotlandi hevur tørv á at veita starvsfólkum sínum bústaðir fyri at fáa arbeiðsfólk at støðast á alibrúkunum, sum felagið hevur á Hebridunum.
BBC skrivar, at alifyritøkan hevur søkt lokalu myndugleikarnnar fyri Western Isles um loyvi at seta upp 14 fyribils búeindir á økinum hjá felagnum í Cuddy Point í Scalpay. Talan er um bingjur í tveimum hæddum, sum umframt 14 bueindir eisini hava eina ‘vælferðareind’ við køki, matstovu og uppihaldsstovu.
- Fyri at byggja upp og varðveita eina dugnaliga arbeiðsmegi av tí stødd, sum okkara virksemi krevur, er neyðugt at kunna veita fyribils bústað til starvsfólk, sum arbeiða í vaktum, skrivar Bakkafrost Scotland í umsóknini.
Sum skilst er ætlanin at seta upp fleiri slíkar fyribils búeindir á alistøðunum hjá felagnum. Lokali myndugleikin hevur játta umsóknini, hóast hetta ikki er ‘tann besta loysnin’, sum sagt verður í játtanini.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 10. juli 2025
Hetta áðrenn skatt - talan var um vøkstur á tvey prosent samanborið við 2023
Úrslitið áðrenn skatt hjá bankunum vaks í 2023 til 776 milliónir krónur. Úrslitið fyri 2024 var eisini gott, 792 mió. kr. ella ein vøkstur frá 2023 til 2024 á 2 prosent
Úrslitið áðrenn skatt hjá bankunum vaks munandi í 2023 samanborið við undanfarin ár orsakað av framgongd í grundrakstrinum, sí mynd 1.
Frá 2023 til 2024 er ein lítil vøkstur í úrslitinum áðrenn skatt á 2%. Vøksturin í grundinntøkuni var tó góð 6%, meðan ein vøkstur í niðurskrivingum og kursstilligum togar samlaða vøksturin áðrenn skatt niður á 2%, sí mynd 1.
Mynd 1 Úrslit áðrenn skatt
Vøksturin í grundrakstrinum í 2023 stavaði í stóran mun frá øktum nettorentuinntøkum, sum vuksu við 72%. Nettorentuinntøkurnar vuksu eisini í 2024, tó ikki so nógv, men við 6%. Nettorentuinntøkur er munurin millum rentuinntøkur frá útlánum og rentuútreiðslum á innlánum. Nettorentuinntøkurnar øktust í tíðarskeiðinum frá á sumri 2022 til árslok 2023, tí føroysku bankarnir øktu útlánsrentuna meira, enn innlánsrentuna, ið merkir, at rentumarginalurin vaks.
Rentumarginalurin hevur síðani verið minkandi, sí mynd 2.
Mynd 2 Gongdin í rentumarginalinum
Hinvegin hava inntøkurnar frá ómaksgjøldum verið lægri í 2021 - 2024, enn í undanfarnu árunum, sum eru víst í gulu stabbunum í mynd 3.
Mynd 3 Grundinntøka
Talva 1 vísir úrslitið hjá føroysku peningastovnunum í krónum fyri árini 2023 og 2024, umframt solvensin í %. Úrslitini eru økt hjá øllum bankunum í 2024 samanborið við 2023, undantikið hjá Suðuroyar Sparikassa.
Talva 1 vísir eisini rentingina av eginognini, sum er frá 6,0% til 15,8%. Føroya Banki og Norðoya Sparikassi hava betrað um rentingina frá 2023 til 2024, meðan rentingin av eginognini hjá Betri Banka og Suðuroyar Sparikassa er nakað verri í 2024 samanborið við 2023.
Talva 1 Úrslit hjá føroysku bankunum
Les meira í frágreiðing landsbankans um fíggjarliga støðufestið fyrru hálvu 2025 her.
Landsbankin
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 09. juli 2025
Hugin er lækni á deildini fyri búk- tarm og livursjúkur á sjúkrahúsinum í Herlev. Tað er har, at hann hevur arbeitt og granskað - millum annað saman við øðrum føroyingum
Hósdagin 26. juni vardi Hugin Reistrup ph.d.-ritgerð sína um brokkskurviðgerðir hjá tannáringum.
Hugin Reistrup er lækni á Afdeling for Mave-, Tarm-, og Leversygdomme á Herlev Hospital og hevur har arbeitt við verkætlan um viðgerð av brokk hjá tannáringum. Hann hevur verið innskrivaður á Københavns Universitet til ph.d.-lesturin.
Ritgerðin kallast: “Management of groin hernia in adolescents”. Arbeiðið var í fleiri pørtum og er útgivið í fýra vísindagreinum, greiðir Granskingarráðið frá á heimasíðu sínari.
- Jacob Rosenberg, kliniskur professari og yvirlækni á Herlev Hospital, hevur verið høvuðsvegleiðari, og Siv Fonnes, lækni á Herlev Hospital, hevur verið hjávegleiðari.
Í metingarnevndini vóru:
Frederik Helgstrand, kliniskur lektari á Institut for Klinisk Medisin á Københavns Universitet, formaður
Michael Festersen Nielsen, kliniskur professari og granskingarleiðari á Institut for Regional Sundhedsforskning á Syddansk Universitet
Hanna de la Croix, yvirlækni á Sahlgrenska University Hospital.
Undir tíðini á Herlev hevur Hugin millum annað granskað saman við øðrum føroyingum, ið eru í gongd við útbúgving á læknafakliga økinum.
Til ber at síggja meira á fakliga vanganum hjá Hugini Reistrup
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 09. juli 2025
Russar ávara um, at avgerðin kann fáa óbótaligan skaða fyri fiskivinnusamstarvið landanna millum
Norska stjórnin hevur nú tikið avgerð um at seta tvey russisk reiðarí, Norebo JSC og Murman Seafood, á listan yvir feløg, sum eru umfatað av russiska handilsstongslinum.
Tað boðaði stjórnin frá í tíðindaskrivi mánadagin, skrivar NRK.
- Í seinastuni hava vit upplivað alsamt meira ágangandi russiska atferð móti teimum sameindu. Roknað verður við, at henda gongdin heldur fram, sigur norski uttanríkisráðharrin, Espen Barth Eide í tíðindaskrivinum.
- Í roynd og veru merkir hetta, at skip, sum hoyra til hesi reiðarí ikki longur hava atgongd til norskan sjógv, sigur Eivind Vad Petterson, aðalráðgevi í norska uttanríkisráðnum.
Í mai samtykti ES at seta tiltøk í verk móti russiskum feløgum, herundir Norebo JSC og Murman Seafood. Ein mánaða seinni gjørdi Noreg eina líknandi samtykt, men uttan at nevna feløg við navni.
Tí hava skip hjá hesum feløgum framhaldandi kunna virkað í norskum sjógvi – til nú.
Á listanum hjá ES stendur, at skip undir Norebo “vísa serlig ferðamynstur, ið ikki líkjast vanligum praksis ella fiskivinnuvirksemi”. Víst verður millum annað á, at skipini hava siglt aftur og fram nærhendis kritiskum undirstøðukervi, skrivar NRK.
Sendiharri Russlands til Noregs, Nikolay Korchunov, skrivar í teldubrævi til NRK, at hann metir norsku avgerðina vera absurda, politiskt motiveraða og nakað, ið ger samstarvið landanna millum truplari.
- Allar gerðir, sum kunnu raka áhugamálini hjá nevndu feløgum, eru ólóglig. Henda avgerð vekir einans harma, skrivar, uttaler Korchunov.
Hann heldur, at avgerðin hjá stjórnini um at fylgja ES-revsingunum, hóttir við at oyðileggja fiskivinnusamstarvið, sum Noreg og Russland hava havt í nógv ár. Eisini metir hann, at ES-tiltøkini eru í stríð við altjóða rætt.
- Vit meta, at her er talan um umfatandi ‘hybridkríggj’ móti Russlandi, sum hesaferð eisini rakar lívfrøðiliga tilfeingið í Barentshavinum, sigur Korchunov.
Sergej Sennikov, talsfólk hjá reiðarínum Norebo, skrivar til NRK, at felagið heldur, at ES-revsitiltøkini eru grundleys og eru grundað á óváttaðar áskoðanir.
- Norska avgerðin kann elva til óbótaligan skaða fyri norsk-russiska fiskivinnusamstarvið, skrivar hann.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 08. juli 2025
Floghavnin í Kastrup fær á fyrsta sinni vitjan av slíkum flogfari
Í dag fer eitt eldrivið flogfar fyri fyrstu ferð at lenda í stóru floghavnini í Kastrup.
Talan er um eina royndarútgávu av amerikanska flogfarinum Beta ALIA CX300, sum fer at flúgva lágt yvir einari av flogbreytunum – gera eitt sokallað lowpass – fyri síðan at lenda og koyra inn til gamla terminalin á floghavnini í Kastrup, skrivar check-in.dk.
Harvið fáa flogáhugað góðar møguleikar fyri at síggja hetta heilt serliga flogfarið, ið væntast klokkan 11 danska tíð. Og sum so ofta fyrr, so er besta stað at eygleiða flogfarið við Flyvergrillen, verður sagt.
Flogfarið kemur úr Sønderborg Lufthavn, har tað hevur steðgað á á túrinum úr Paris, har flogfarið hjá BETA Techonologies var partur av Paris Air Show í juni.
Føroyingurin Jákup Sverri Kass er stjóri í Sønderborg Lufthavn, og hann hevur sagt við danskar miðlar, at hann sær stórar framtíð í hesum smáu el-drivnu flogførunum.
Elrikna flogfarið á flogbreytini í Sønderborg (Mynd: dr.dk)
Beta ALIA CX300-testflogfarið hevur eitt veingjabreiði á 15 metrar, og kann taka fimm ferðafólk og farm. Mesta ferðin er 280 kilometrar um tíman, og flogfarið kann røkka 620 kilometrar. Flogtúrurin millum Sønderborg og Kastrup er umleið 200 kilometrar. Løðingin av flogfarinum kann gerast upp á undir ein tíma.
BETA Technologies hevur høvuðsstøð í statinum Vermont. Fyritøkan mennir eitt sokalla eVTOL-flogfar, ið kann fara frá og seta seg loddrætt, og eitt eCTOL-flogfar, sum er eitt vanligt flogfar, og tað er hetta síðstnevnda, sum kemur til Keypmannahavnar í dag.
BETA Techologies varð stovnað í 2017 og hevur í dag yvir 800 starvsfólk. CX300 flogfarið fekk flogloyvi frá amerikansku loftmyndugleikunum, FAA, í fjør. Fyrsta royndarflúgvingin nakrantíð við einum el-drivnum flogfari fór fram í juni í fjør.
Eftir vitjanina í Kastrup, fer flogfarið víðari til Norets har tað skal gera nakrar royndarflúgvingar millum Stavanger-Sola og Bergen-Flesland, skrivar check-in.dk.
Í Noregi eru stórar ætlanir um at brúka hetta slagið av flogførum til innanríkis farmaflúgving.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 10. juli 2025
Ukrainski forsetin hevur vitjað Leo páva. Zelenskyj er í Italia fyri at vera við á eini ráðstevnu um endurbygging av Ukraina
Vatikanið bjóðar seg nú fram at vera vertur í friðarsamráðingunum millum Russland og Ukraina.
Tað hevur Leo pávi sagt á einum fundi við ukrainska forsetan, Volodymyr Zelenskyj, í Italia mikudagin.
Zelenskyj takkaði fyri, og egði, at tað “er møguligt – við málinum at støðga russiska áganginum og fáa ein støðugan, varandi og ektaðan frið”.
Russland hevur tó fyrr víst aftur eitt tilboð Vatikaninum um at vera vertur fyri friðarsamráðingunum.
Grundgevingarnar eru, at Vatikanið er umgyrt av Italia, sum er eitt Nato-land, ið hevur stuðlað Ukraina síðan kríggið byrjaði í februar 2022.
(Mynd: EPA)
Zelenskyj vitjar í Italia fyri at vera við í eini ráðstevnu um endurbygging av Ukraina. Ráðstevnan verður hósdagin og fríggjadagin.
Leo pávi hevur í síni lutfalsliga stuttu tíð sum pávi lagt stóran dent á at arbeiða fyri at skapa frið í heiminum. Og hann hevur eisini fyrr havt Zelenskyj á vitjan. Tað var 18. mai, stutt eftir at pávin var útnevndur.
4. juni tosaði Leo í telefon við russiska forsetan Vladimir Putin. Sambært Vatikaninum brúkti pávin høvið til at taka ítøkilig stig til at fáa enda á tí meira enn trý ára langa krígnum millum Russland og Ukraina, skrivar Reuters.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 09. juli 2025
Harðast rakt verður Brasil, har vørurnar verða tollaðar við 50 prosentum frá 1. august – orsøkin til høga tollin er viðferðin, sum undanfarni forsetin og vinmaður Trumps, hevur fingið
Amerikanski forsetin, Donald Trump, sendi mikudagin brøv út til fleiri lond fyri at boða frá, at hann hevur ásett nýggjar tollsatsir fyri innflutning av vørum úr hesum londum.
Talan hesaferð er um londini Brasil, Filipsoyggjar, Sri Lanka, Brunei, Algier, Libya, Irak og Moldavia.
Brøvini vórðu kunngjørd á sosiala miðlinum hjá forsetanum, Truth Social.
Sambært brøvunum fáa Algier, Libya, Sri Lanka og Irak nýggjar tollsatsir á 30 prosent, Brunei og Moldavia 25 prosent og Filipsoyggjar 20 prosent.
Seinni kunngjørdi Trump eisini eitt bræv til Brasil, har landið verður hótt við einum tolli upp á heili 50 prosent frá 1. august at galda.
Í brævinum kunngerð Trump stuðul til fyrrverandi brasilska forsetan, Jair Bolsonaro, og kallaði rættarmálið móti honum fyri eina heksajakt. Í brævinum til núverandi forsetan, Luiz Inácio Lula da Silva, skrivar Trump, at rættargongdin ikki átti at verið gjøgnumførd.
Lula da Silva svaraði aftur á X, at “Brasil er ein sjálvstøðug tjóð við óheftum stovnum, sum ikki góðtaka nakra íblanding uttanífrá”.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 10. juli 2025
Prísirnir fyri fyrstu heilu vikuna í august eru millum teir hægstu nakrantíð, upplýsir Flyprisindex. Millum annað kosta flogferðir úr Billund í miðal yvir 63 prosent meira enn í 2024
Tað er ikki so lætt at finna bíligar flogferðir í Evropa fyri tíðina. Hetta sæst á ymiskum síðum.
Flyprisindex staðfestir, at í mun til miðalprísir í 2024 er ein greiður vøkstur.
Felagið hevur millum annað hugt eftir fyrstu fullu vikuni í august. Talan er um viku 32, sum byrjar mánadagin 4. august.
Sambært danska TV2 er ein lítil vøkstur í ferðum frá onkrum týskum flogvallum, millum annað Hamborg.
Hetta sæst aftur í Evropa, og um man hyggur eftir teimum trimum stóru flogvallunum í Danmark - sum allir hava ferðir til Føroyar - so er munurin onkustaðni heilt stórur.
Í Aalborg er vøksturin 12 prosent, í Keypmannahavn er hann á 30 prosentum, og í ferðum frá Billund er munurin heili 63 prosent.
Hetta er alt samanborið við miðaltalið fyri prísir í fjør.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 09. juli 2025
Granskarar halda, at býurin norðanfyri Lima var ein handilsmiðdepil í fornari tíð, og at Peñico bant ymiskar býir saman við teimum í Amazonas og í Andesfjøllunum
Tað kemur fyri, at fornfrøðingar og granskarar finna heilt serstøk ting, tá leitað verður eftir "gomlum skattum".
Hetta er nú hent í Suðuramerika. Mentamálaráðið í Peru hevur upplýst stóra miðlinum CNN, at ein serstakur fornaldarbýur er funnin.
Talan er um býin við navninum Peñico, sum er staðsettur nakað norðanfyri høvuðsstaðin í Peru, Lima.
Serfrøðingar meta, at býurin er yvir 3000 ár, og at tað gjørdist ein býur umleið 1800 ár f.Kr.
Einir 18 gamlir bygningar eru funnir í Peñico.
Hetta hevur verið ein handilsmiðdepil og eitt týðandi bindilið millum býir við havið, teir í fjøllunum og so tey, sum búðu í Amazonas og í Andesfjøllunum. Tað staðfesta fólk, sum hava arbeitt við málinum, sambært CNN.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 09. juli 2025
NSÍ vísti klassa og sendi HJK Helsinki heim við einum 4-0 tapi - eftir spæli og málmøguleikum burdi munurin verið størri, men grundarlagið fyri at gera arbeiðið liðugt í Finnlandi er væl og virðiliga lagt
- Fýra, fýra, fýra, fýra null....
NSÍ framdi hóskvøldið eina av teimum stóru evropeisku úrslitunum hjá føroyskum feløgum.
Gamaní var HJK Helsinki í undirtali tríggjar fjórðingar av dystunum - eftir reyða kortið í 23. minutti - men áðrenn tað hevði NSÍ leiðsluna og tamarhald, og aftaná løgdu teir í gulum og svørtum í krovið á finnum og skaptu eitt hav av málmøguleikum.
Les meira um 1. hálvleik her: NSÍ í dreymastøðu við Djúpumýru
Tað varð 2-0 fyri steðgin, og í seinna hálvleiki hevði NSÍ einar 5-6 stórar málmøguleikar. Tann seinasti neyvleikin vantaði í summum førum, men spælið var ógvuliga gott, og tvær ferðir eftir stegðin bragdaði.
Í báðum førum vóru tað flottir stútarar eftir framúr innlegg frá Jann Benjaminsen: Daniel Obbekjær og Klæmint Andrasson Olsen skoraðu málini og syrgdu harvið endaliga fyri flottum 4-0 sigri.
Fantastisku Guliganz og hinir áskoðararnir hugnaðu sær - onkur trúði næstan ikki sínum egnum eygum.
HJH Helsinki megnaði ikki at standa ímóti og skal finna nakað heilt annað fram í Finnlandi. Tá verður tað, helst, ellivu móti ellivu allan dystin og undir øðrum umstøðum, men liðið hjá Jens Wedeborg hevur skapt sær eitt framúr útgangsstøði til at koma víðari í Conference League.
Conference League 1. umfar
Hósdagin 10. juli, við Við Djúpumýru
NSÍ - HJK Helsinki 4-0 (2-0)
12' Emil Weihe Joensen 1-0
35' Fabian Østigaard Ness (Brandur Hendriksson Olsen) 2-0
76' Daniel Obbekjær (Jann Benjaminsen) 3-0
83' Klæmint Andrasson Olsen (Jann Benjaminsen) 4-0
Reytt kort: Jere Kallinen (23')
NSÍ (4-3-3): Kristian Joensen - Jann Benjaminsen, Daniel Obbekjær, Lars Markmanrud, Fabian Ness - Michal Przybylski, Brandur Hendriksson Olsen, Emil Weihe Joensen - Jasper van der Heyden, Klæmint Andrasson Olsen, Aron Knudsen
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 10. juli 2025
Tað var 1-1, tá fimm minuttir vóru eftir, men so kastaði Gaston Tellechea seg fram og tryggjaði KÍ sigurin - Jákup Biskopstø Andreasen skoraði hitt málið hjá KÍ, sum nú liggur til at koma víðari í Conference League
KÍ legði út sum eitt óløgi í Seinajoki við høgum trýsti og fleri deyðbóltum. Samuel Johansen Chukwudi og SJK komu undir trýst, og tað vóru fleiri ferðir í fyrra hálvleiki, at KÍ vann bóltin langt frammi á vøllinum.
Tað gjørdist eisini vandamikið, og Árni Frederiksberg og Hallur Hansson burdu báðir fingið meira burturúr - eftir at teir sjálvir høvdu vunnið bóltin.
Í 38. minutti fekk Árni tó nógv burturúr í høgru síðu: 7'arin tók eitt langt útspark væl við sær, setti vinstra bakkin av og legði væl inn fyri við høgra beininum. Mitt fyri málið kom Jákup Biskopstø Andreasen nærum flúgvandi. KÍ-liðformaðurin stútaði bóltin í finska netið.
Í sínum fyrsta evropeiska dysti síðani í Lille í desember 2023 - hann var skaddur so at siga alt 2024 - stóð Jákup Andreasen sterkur í myndini. Sum heild var KÍ eisini omaná í fyrra hálvleiki. SJK hevði eina ógvuliga vandamikla støðu, eftir at Gilli Rólantsson Sørensen tapti ein nærdyst í KÍ-verjuni. Odmar Færø kom fyri og ruddaði burtur í seinastu løtu.
SJK setti seg á 2. hálvleik - áðrenn KÍ svaraði aftur
Samuel Johansen Chukwudi hevði ein fínan stútara fyri steðgin, og í seinna hálvleiki tók heimaliðið yvir. Uppspælið gjørdist betri hjá heimaliðnum, tá liðið fór at brúka tríggjar miðverjar heldur enn tveir.
SJK gjørdist eisini meira vandamikið, og eftir tveir minuttir í seinna hálvleiki smekkaði miðvallarin Markus Arsalo eitt langskot í mál. 1-1 og næstu 20-25 minuttirnar var heimaliðið naskari - KÍ hevði í ein mun mist takið á dystinum.
KÍ skifti til 4-2-3-1 og fór at koma nærri málinum hjá SJK. Til endans eydnaðist tað eisini at taka sigurin og eitt frálíkt útgangsstøði.
KÍ vann hornaspark í vinstru síðu. Árni Frederiksberg smekkaði bólturin inn fyri, ein hjá heimaliðnum setti høvdið á, bólturin fór beint upp í loft, innskifti Mads Mikkelsen stútaði síðani bóltin innfyri málið aftur, og har kastaði Gaston Tellechea seg fram. Argentinski miðverjin hevur verið ógvuliga góður fyri KÍ, og nú tryggjaði hann liðnum ein evropeiskan sigur, sum kann verða virðismikil.
Conference League 1. umfar, fyrri dysturin
Hósdagin 10. juli
SJK Seinäjoki - KÍ 1-2 (0-1)
39' Jákup Biskopstø Andreasen (Árni Frederiksberg) 0-1
47' Markus Arsalo 1-1
86' Gaston Tellechea (Mads Boe Mikkelsen) 1-2
KÍ 5-4-1(3-4-3): Mark F. Jensen - Jóannes Kalsø Danielsen, Odmar Færø (90' Deni Pavlovic), Gilli Rólantsson Sørensen (63' Daniel Johansen), Gaston Nicholas Tellechea, René Shaki Joensen - Árni Frederiksberg, Hallur Hansson, Jákup Biskopstø Andreasen, Patrik Johannesen (77' Mads Boe Mikkelsen) - Páll Andrasson Klettskarð
Venjari: Magnus Powell
KÍ og SJK spæla seinna dystin í Klaksvík næsta hósdag, 10. juni klokkan 19.45
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 10. juli 2025
Ósigurin ger, at tað verður ótrúliga trupult hjá Víkingi at spæla seg víðari. Men einki er ómøguligt, og kunnu teir finna stríðsvilja frá fyrst í seinna hálvleiki fram aftur, so ber kanska til at tippa bóltspælið hjá Lincoln
Í fyrra hálvleiki møtti Víkingur ikki ordiliga upp til dystin í Champions League, sum var spældur í Klaksvík týskvøldið, móti Lincoln Red Imp úr Gibraltar.
Eitt sindur óvæntað byrjaðu Jørgen Nielsen og Olaf Bárðarson á beinkinum. Men tað hjálpti ikki tað stóra, og avrikið hjá Víkingi avspeglaði í stóran mun trupulleikararnar hjá Víkingi higartil í ár, har teir ofta tykast merkiliga afturhaldandi samanborið við, tað, sum vit vanliga kenna Víking fyri.
Eitt sindur óvæntað fóru gestirnir av Gibraltar langt fram á vøllin frá byrjan. Teir vóru bólttryggari og eitt sindur kvikari við bóltinum enn Víkingur. Tað gav teimum yvirvág í spæli, og serliga beint framman fyri brotsteigin fingu gestirnar alt ov góðan frið at koma til skot.
Tað var kortini Víkingur, sum hevði fyrstu atsóknirnar móti málinum, tá ið Lincoln í trimum førum mátti bjarga so at siga á strikuni.
Men fyrra hálvleik áttu gestirnir, og eftir eitt hornaspark í 19. minutti, skallaði Bernardo Lopes bóltin í málið við handaru stong.
Málið fekk Víking at ressast eitt sindur, meðan Lincoln trekti seg eitt sindur aftur.
Tað varð eisini til nakrar góðar møguleikar, og millum annað fekk Stefan Radosavljevic ein gyltan møguleika, men skeyt uppum.
Víkingur svaraði tó aftur, tá ið hálvur tími var spældur. Ein fyrrverandi skálaleikari, Ari Olsen, legði innfyri til ein annan fyrrverandi skálaleikara, Jákup Johansen, sum skallaði bóltin í málið. Linjuverjin veitraði fyri rangstøðu, men eftir VAR-kekk, var málið kortini góðtikið.
Gleðin var stokkut, og Bernardo Lopes skoraði sítt annað mál, tá ið hann var fyrstur á einum bólti, sum var skallaður út frá málinum, og góða skotið fór millum vinir og fíggjandar beint í málið.
Løtu seinni varð enn og verri statt, tá ið víkingarnir enn einaferð vóru ov spakir. Ragnar Skálá endaði við at fella ein leikara hjá Lincoln, og dómarin valdi at døma eitt heldur bíligt brotsspark.
Nú sá einki út hjá Víkingi. Men í yvirtíðini fekk Víkingur eina bjargingarlínu, tá ið Sølvi Vatnhamar skoraði við brotssparkið, tá ið Steffan Radosaljevic varð feldur í brotsteiginum.
Seinni hálvleikur byrjað eisini við, at Lincoln hevði bóltin mest, men víkingarnir vóru nógv meira sum vit plaga at kenna teir, ágangandi, gjørdu fríspørk og fingu eisini okkurt gult kort.
Tað gjørdi, at Víkingur spakuliga kom nógv betri við í spælið, og millum annað vóru nógvir bóltar sendir inn fyri málið.
Um miðjan seinna hálvleik komu Jørgen Nielsen og Aron Jarnskor Ellingsgaard inn fyri Stefan Radosavljevic og Árna Atlason.
Um tað var tað sum hjálpti, er ilt at siga. Men beint eftir innskiftingarnar, fekk Jákup Johansen ein rimmar møguleika næstan inni í málinum, men málverjin megnaði meistarliga at koma fyri.
Olaf Bárðarson kom nú inn fyri Ragnar Skálá, og hann setti nakað av lívið í vinstru síðu við sínum avbjóðandi spælistíli.
Lincoln hevði eisini sína løtu, og serliga nummar 10 hjá teimum, Tjay De Barr, var eyðsýndur við sínum góða og kvika bóltførleika.
Víkingur helt tó fram at hava yvirvág, men tað hjálpti ikki, at innskifti Olaf Bárðarson tíverri fekk reytt kort fyri eitthvørt, sum hendi, tá ið hann royndi at hjálpa einum mótstøðuleikara upp eftir ein nærdyst. Dómarin sá eitthvørt á VAR-skíggjanum, sum var sera ilt at fáa eyga á.
Sí samrøðu við Sølva Vatnhamar: - Dugi ikki at ímynda mær, at okkara maður hevur gjørt tað
Víkingur helt fram at fara eftir javnandi málinum seinastu fimm minuttirnar, og í nøkrum støðum var nokk so nær við, men endin var at Lincoln vann ein uppibornan 3-2 sigur.
Ósigurin ger, at tað verður ótrúliga trupult hjá Víkingi at spæla seg víðari. Men einki er ómøguligt, og kunnu teir finna stríðsvilja frá fyrst í seinna hálvleiki fram aftur, so ber kanska til at tippa bóltspælið hjá Lincoln.
Seinni dysturin verður spældu í komandi viku.
UEFA Champions League, 1. umfar
Víkingur – Lincoln Red Imp 1-3 (1-3)
19' 0-1 Bernardo Lopes
28' 1-1 Jákup Johansen (Ari Olsen)
31' 1-2 Bernardo Lopes
38' 1-3 Tjay De Barr, brotsspark
45+4' 2-3 Sølvi Vatnhamar, brotsspark
Víkingur:
Bárður á Reynatrøð – Atli Gregersen Ragnar Skála (74' Olaf Bárðarson), Ingi Jonhardsson Arnbjørn Svensson, Sølvi Vatnhamar, Ari Olsen, Árni Nóa Atlason (65' Aron Jarnskor Ellingsgaard), Jákup Johansen, Stefan Radosavljevic (65' Jørgen Nielsen), Poul Kallsberg
Reytt kort: 82' Olaf Bárðarson
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 08. juli 2025
- Poul er kanska tað størsta álopskenda talentið í Føroyum, sigur Hillerød-ítróttarstjórin. 22-ára gamli strandingurin hevur undirskrivað trý-ára sáttmála, fær 10-talið og skiftir úr Víkingi, tá evropeisku dystirnir eru av
Tað hevur verið frammi fyri stuttari tíð síðani, og nú er tað endaliga almannakunngjørt.
- Tað er við stoltleika og sorgblídni, at vit enn einaferð kunnu kunngera, at vit hava selt ein av okkara leikarum til útlandið. Poul Kallsberg, sum kom til okkara frá Skála ÍF til kappingarbyrjan í 2023, verður nú seldur til Hillerød í næstbestu deildini í Danmark (...) Víkingur ynskir ikki at standa í vegin, tá ið leikarar ynskja at royna seg uttanlands, men tað er eingin loyna, at tað verður ein stórur missur, nú Poul fer.
Hetta skrivar Víkingur á Facebook-síðu sínari hósdag - samstundis sum Hillerød Fodbold Elite ber somu tíðindi. Á hfelite.dk verður eisini avdúkað, at Poul Kallsberg hevur skrivað undir trý-ára sáttmála við felagið. Tað vil siga, at avtalan er galdandi til summarið 2028. Eisini verður gjørt greitt, at Poul fer at spæla við 10-talinum á rygginum í Hillerød.
Tað er eingin ivi um, at tað verður trúð nógv uppá 22-ára gamla strandingin í norðara parti av Sælandi. Heimasíðan vísir á, at Poul Kallsberg hevur fingið sín fyrsta A-landsdyst fyri Føroyar - og at hann hevur ógvuliga spennandi evni, umframt tøl at vísa á.
- Poul er kanska tað størsta álopskenda talentið í Føroyum. Hann hevði ein lyklaleiklut í meistaraheitinum hjá Víkingi í fjør, har hann var beinleiðis íblandaður í 22 mál í 22 dystum: Teknikkur, yvirblikk, "output" og hart arbeiði. Hetta eru dygdir, sum vit virða høgt í Hillerød, og tað er júst tað, sum Poul tekur við sær, staðfestir Jackie Rasmussen, stjóri í Hillerød.
Poul Kallsberg sæst her undir "Tú alfagra land mítt" í Georgia í juni, tá hann á fyrsta sinni spældi A-landsdyst. Poul er næstur til vinstru í røðini - tvey pláss longuri yvir er fyrrverandi Hillerød-spælarin Daniel Johansen (Mynd: Sverri Egholm)
Í Hillerød verður Poul Kallsberg liðfelagi við Adrian Rúnason Justinussen, sum hevur spælt í felagnum í eitt og eit hálvt ár. Adrian skoraði einsamalla málið í venjingardysti móti FCK í gjár - við frálíkum frísparki.
Poul Kallsberg skiftir til næstbestu donsku deildini, eftir at evropeisku dystirnir hjá Víkingi eru av. Tað er í fyrsta lagi 12. august.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 10. juli 2025
Havnarmenn vunnu við næsta einari bátslongd á varmakeldu - nú stendur aftur á jøvnum í FM-stríðnum
Tað bleiv ikki so spennandi í 10-mannafarsróðrinum leygardagin, sum á onkrum av undanfarnu stevnunum.
Á Varmakeldu í Fuglafirði setti Havnarbátin nevniliga Klaksvíking og Norðing upp á pláss.
Havnarbáturin kom á mál við tíðini 04:28.29, næstan eina bátslongd framman fyri Klaksvíking við tíðini 04:30.25. Norðingur hevði tíðina 04:32.18.
Í kappingini um FM stendur nú á jøvnum millum havnarmenn og klaksvíkingar við 26 stigum. Norðingur er dragnað og hevur 20 stig.
Hjá 8-mannaførunum var tað enn einaferð Ørvur hjá Havnar Róðrarfelag, sum vann ein greiðan sigur framman fyri Risan av Eiði og Argjabátinum.
Ørvur hevur vunnið allar róðrarnar í ár og hevur 28 stig, Risin hevur 24 og Argjabáturin 18 stig.
Hjá kvinnunum í 6-mannaførum er heldur ongin spenningur. Enn einaferð vann Jarnbardur hjá Knørrafelagnum í Havn við fleiri bátslongdum framman fyri Glyvrabátin og Tvørábátin.
Jarnbardur hevur nú 28 stig í FM stríðnum, Hósvíkingur hevur 21 og Tvørábáturin 14 stig.
Øll úrslitini frá kappróðrinum á Varmakeldu síggjast her
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 05. juli 2025
Hetta stendur uppaftur greiðari, nú summarsteðgur er í Betrideildini, og ellivu umfør resta í. Evropeisk pláss og niðurflyting eru sanniliga uppá spæl, meðan FM-stríðið tykist vera av
Við grannauppgerðini í Gundadali sunnudagin fór Betrideildin í summarsteðg. B36 og HB stóðu fyri einum dramatiskum 2. hálvleiki, har HB við tíggju monnum vendi 0-2 til 2-2.
Støðan í summarsteðginum er hendan:
KÍ 46 stig
NSÍ 35 stig
HB 35 stig
B36 25 stig
Víkingur 24 stig
EB/Streymur 22 stig
B68 18 stig
FC Suðuroy 9 stig
07 Vestur 7 stig
TB 7 sstig
Úrslitið í seinasta dystinum í fyrru hálvu hevur við sær, at HB og NSÍ eru púra jøvn við 35 stigum.
Tað stendur so at siga púra greitt, at tey ikki fáa KÍ aftur. KÍ hevur bert mist stig í einum av sínum 16 dystum - í Gundadali móti HB í evstu løtu - og hevur spælt tveir dystir móti HB, NSÍ, Víkingi og B36. Styrkin og breiddin er sanniliga har í hópinum í Klaksvík, so tað sær út til at verða eitt "silvurstríð millum HB og B36".
Hetta stríð kann gerast um meira enn silvurkrónur og heiður. Tí um KÍ vinnur greipuna, so fær 2. plássið helst størri fíggjarligt virði og beinleiðis atgongd til 2. umfar í Conference League í 2026. KÍ og Víkingur skulu spæla steypafinalu.
Myndir frá dystinum millum B36 og HB
Seinasta evropeiska plássið stendur millum trý lið
Tað sær ikki út til, at nakað annað lið kann bjóða av um 2. plássið. Heldur skulu B36 og Víkingur stríðast um 4. plássið, og man kann als ikki rokna EB/Streym at vera úti í hesum. B36 hevur í løtuni fyrimunin í hesum stríðnum, men bert eitt stig er niður til føroyameistararnar, og trý stig niður til EB/Streym á 6. plássi.
Bæði B36 og EB/Streymur misti 2-0 leiðslur í yvirtali í 16. umfari - serliga síðstnevnda lið hevur staðið seg betri enn væntað í ár. Tað gekst ógvuliga striltið hjá Víkingi at fáa stig fyrstu umførini. Síðani hevur verið títtari millum sigrarnar, men serliga skaðar og eitt lágt tal av málum (20 í 16 umførum) hava gjørt, at liðið ikki er nærri heiðursmerkjaplássum.
4. plássið tryggjar seinasta evropeiska plássið - uttan so at B36 og EB/Streymur enda har, og Víkingur síðani vinnur steypafinaluna á KÍ. So fellur tað kortini til Víking, sum skal spæla í Champions League hesa vikuna og í næstu viku.
B68 er fimm stig aftan fyri EB/Streym og sær út til at standa í ongamannalandi: Ov gott til at vera íblandað í niðurflytingarstríð, men restar ov nógv í til at stríðast um 4. plássið. EB/Streymur kann eisini enda har nakað inn í seinnu hálvu, men møguleikin at bjóða av er har framvegis hjá sundalagsmonnum.
07 Vestur í hørðum stríði við suðuroyarfeløgini
Beint eftir venjaraskifti í mai vann 07 Vestur tveir dystir á rað og skoraði átta mál. Men síðani hevur liðið aftur bara tapt. 4-3 tapið í Vági leygardagin var tað fimta á rað, og hinvegin fyrsti sigurin síðani 5. umfar hjá FC Suðuroy.
Hetta úrslitið sendi FC Suðuroy uppum júst 07 Vestur og TB. Liðið hjá Pól Thorsteinsson vinnur "røttu dystirnar": Tveir sigrar á 07 og ein á TB. Eitt flott avrik hjá FC Suðuroy leygardagin, liðið hevur nú níggju stig, meðan TB og 07 Vestur skulu lyfta seg.
Hjá TB hevur útskifting aftur verið á venjarapostinum og í hópinum. Thomas Thinggard skal nú royna at seta lið rætt saman til at fáa neyðugu stigini eftir steðgin.
Í Vágum mugu knyklar verða settar í brýr: Tað er ikki nóg gott - við sínum fyritreytum - at felagið stendur við bert sjey stigum, til niðurflyting og ikki er betri enn uppflytararnir úr Suðuroynni fyri summarsteðgin.
Betrideildin 16. umfar - seinasta umfarið undan summarsteðginum
Hósdagin 3. juli
Víkingur - KÍ 0-1 (0-0)
64' 0-1 Daniel Johansen (Árni Frederiksberg()
Leygardagin 5. juli
FC Suðuroy - 07 Vestur 4-3 (1-1)
20' 0-1 Mikkel Elbæk Jakobsen (Nicolai Dohn)
41' 1-1 Dánjal Godtfred (Olaf Godtfred)
54' 2-1 Eliasu Champang (Fríði Holm)
67' 3-1 Fríði Holm (Hunter Bell)
76' 3-2 Nicolai Dohn (Filip Drinic)
82' 4-2 Teit Hjelm (Emmanuel Andorful)
90' 4-3 Tobias Fabian Giusti
TB - NSÍ 2-6 (0-4)
19' 0-1 Klæmint Andrasson Olsen (Aron Knudsen)
28' 0-2 Michal Przybylski (Fabian Ness)
39' 0-3 Aron Knudsen (Jann Benjaminssen)
45+2' 0-4 Emil Weihe Joensen (Brandur Hendriksson)
61' 0-5 Aron Knudsen (Jasper van der Heyden)
68' 0-6 Jann Benjaminsen, brotsspark
71' 1-6 Nikolei Johannesen
85' 2-6 Mohammed Samba (Eyðtór Joensen)
B68 - EB/Streymur 2-2 (0-1)
20' 0-1 Búi Egilsson
46' 0-2 Boubacar Dabo (Búi Egilsson)
79' 1-2 Hanus Højgaard (Emmanuel Kulego
85' 2-2 Magnus Jacobsen (Jonathan Wemboyama
Reytt kort: 82' Aleksandur Jensen, B68
Sunnudagin 6. juli
B36 - HB 2-2 (0-0)
53' 1-0 Pætur Petersen
61' 2-0 Hannes Agnarsson (Símun Sólheim)
80' 2-1 Jonas Enkerud (Klavs Kramens)
90' 2-2 Emil Pedersen (Jonas Enkerud)
Reytt kort: 47' Bjarti Mørk, HB
Betrideildin verður uppafturtikin við ólavsøkudysti 28. juli milluk B36 og TB
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 07. juli 2025
49 ára gamla Poula Michelsen fer at standa fyri ítróttaliga partinum av leikunum saman við teimum einstøku sambondunum
Tað verður Poula Michelsen úr Havn, sum verður ítróttafyriskipari á Betri Oyggjaleikum. Tað vil siga, at hon fer at standa á odda fyri ítróttaliga partinum av leikunum, og saman við teimum 14 sambondunum fer hon at syrgja fyri, at allar kappingarnar verða væl avgreiddar undir bestu umstøðum og eftir galdandi reglum.
- Eg eri fegin og takksom fyri møguleikan og gleði meg at samstarva við tey mongu dugnaligu fólkini, sum fram til Betri Oyggjaleikirnar fara at standa saman um hesa týdningarmiklu uppgávu. Tað er sera gleðiligt, at Føroyar aftur sleppa at verða vertir, tí tað fer at geva okkara ítróttafelagsskapum ógloymandi upplivingar. Hetta er eisini ein góður møguleiki at prógva okkum sum eina nútímans og vælskipaða ítróttatjóð, sigur Poula Michelsen.
Betri Oyggjaleikir verða størsta tiltak í Føroyum higartil, og afturat ítróttini eru ein ørgrynna av øðrum uppgávum, sum skulu loysast. Alt frá gisting til tilbúgving og frá sjálvbodnum til setan og endahátíð.
Saman við oyggjaleikasamskiparanum Solby Christiansdóttir fer Poula Michelsen aftur at ítróttini eisini at arbeiða við onkrum av hesum uppgávunum.
- Poula Michelsen hevur drúgvar royndir við bæði leiðslu, samskipan, marknaðarføring, samskifti og øðrum, sum Betri Oyggjaleikir nú fáa ágóðan av. Eg gleðist um, at vit hava fingið eitt knasandi dugnaligt fólk upp í toymið, og eg ivist onga løtu í, at við Poulu á odda eru allar ítróttagreinarnar í sera góðum hondum, sigur Solby Christiansdóttir, oyggjaleikasamskipari.
Starvið sum ítróttafyriskipari er 0,4 fram til ársskiftið, og frá 1. januar 2026 er starvið fulla tíð.
Poula Michelsen tekur við starvinum 1. september.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 08. juli 2025
Nýggjur venjari er í Hoyvík. 38-ára gamli danin hevur, umframt royndir í heimlandinum, verið í Rumenia og Slovakia sum venjari. Hann hevur hægstu venjaraútbúgving og hevur verið við at vunnið Champions League
H71 hevur nú funnið avloysaran hjá Simon Olsen. H71 og Simon gjørdu fyrr í ár sáttmála um, at 31-ára gamli danin skuldi venda aftur til Hoyvíkar - sum venjari hjá besta kvinnuliðnum og sum ábyrgdari fyri gentusíðu felagsins.
Simon Olsen valdi tó fyrr í summar at ógilda avtaluna av persónligum ávum. Nú hevur H71 sett ein annan dana í tretivuárunum til líknandi uppgávu. Felagið boðar fyrrpartin frá, at Rasmus Rygaard Poulsen hevur gjørt avtalu við H71 um, at hann verður høvuðsvenjari hjá H71 kvinnum, 1. deild og G18. Somuleiðis skal hann venja og menna ungdómin hjá felagunum.
Talan er um ein mann við nógvum venjararoyndum - bæði í Danmark og longuri eysturi.
- Í 2016 tók Rasmus EHF Master Coach-útbúgvingina, sum er hægsta venjaraútbúgving innan hondbólt. Sama ár var hann hjálparvenjari hjá rumenska CSM Bucureşti, tá ið liðið vann Champions League. Umframt at hava bæði Master Coach-útbúgving og vunnið Champions League, hevur Rasmus eisini verið venjari hjá Ajax København, Skövde HF (Svøríki, red.), SCM Ramnicu Valcea og sum ungdómslandsliðsvenjari í bæði Slóvakia og Rumenia.
Tað er ikki ofta, at ein venjari við slíkum lívsrensli kemur til føroyskan hondbólt - sum skilst hevur Kyndil eisini ein á veg til kvinnurnar og ungdóm - men tað vísir, at føroyskur hondbóltur hevur fingið atdráttarmegi. Hetta vísir Rasmus sjálvur á.
- Eg gleði meg til at gerast partur av tí fantastisku hondbóltsmenningini og hondbóltsfeprinum sum er í Føroyum, har eg síggi H71 sum ein av størstu aktørum bæði há kvinnum og monnum. Frá teimum yngstu til tey elstu, er stórt potentiali og talent, sum eg gleði meg nógv til at seta mín dám á - og saman at halda fram við hesum fantastiska hondbóltsævintýri.
Í H71 eru tey eisini ógvuliga fegin um nýggja venjaran.
- Eg eri sera væl nøgd við, at vit fáa Rasmus til H71. Rasmus kemur við drúgvum royndum, sum eg eri vís í, at vit fara at fáa stóran ágóða av. Eg eri sera stolt av menningini, sum vit sum felag eru í, og eg eri vís í, at Rasmus kann hjálpa okkum at taka enn fleiri stig í á somu kós, sigur Anna Dam, forkvinna við síðuna hjá H71.
Kvinnurnar hjá H71 vunnu føroyameistaraheiti - fyri triðju ferð uppá fýra ár - júst farna kappingarár. Hetta var undir leiðslu av Gilla Lorenzen og seinastu tíðina Helga Hildarson Hoydal.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 09. juli 2025
Neistamaðurin hevur gjørt eitt-ára sáttmála við Bergsøy í næstbestu norsku deildini. 23-ára gamli vinstri vongurin tekur nú næsta fetið í royndini at gerast yrkisspælari
- Okkara Pauli Høj fer at spæla við Bergsøy í næstbestu norsku deildini næsta kappingarár.
Soleiðis skrivar Nestin á Facebook-síðu sínari.
Samstundis sum barndómsfelagið ynskir Paula tillukku við nýggju avbjóðingini og takka honum fyri stórt íkast og trúgva tænastu í Neistanum, fegnast tey í Bergsøy Handball:
- Pauli er ein góður vongur, sum megnar at spæla á høgum stigi - bæði í álopi og í verju. Hetta hugdu vit eftir, tá Mikkel Hansen (ikki TANN Mikkel Hansen, red) fór heim aftur til Danmarkar. Pauli er ein íðin spælari og persónur, sum vit vóna fer at gera sítt til at byggja á góðu mentanina í Bergsøy, sigur venjarin Peter Pucelj.
Felagið hevur heimstað í einum lítlum býi í Møre og Romsdal-økinum í vestara parti av Noreg.
Pauli Høj í U21 HM í 2023. Bergsøy leggur eisini dent á, at Pauli hevur U-landsliðsroyndir (Myndir: Sverri Egholm)
Talan er um eitt lið, sum ætlar at bjóða av um uppflyting til bestu deildina. Hetta verður fyrsta fetið útum Føroyar, og frá Neistanum, hjá Paula í felagshondbólti. 23-ára gamli vongurin sigur við bergsoyhandball.no, at hann heldur, at hetta er rætta tíðin at taka næsta stigi á hondbóltsleiðini.
- Eg eri ein spælari fullur í orku. Mær dámar at geva av mær sjálvum - til liðfelagar og til áskoðarar. Ein stríðsmaður sum altíð gevur sær 100 prosent. Eg kann verja sum "tvey'ari" í verjuni - á bakkinum - og taki eina harða takkling við einum smíli. So vóni eg sjálvandi at halda fram at skora nógv mál.
Júst tað at Pauli Høj skoraði 88 mál í Burn-deildini, 4,4 í miðal í grundspælinum verður nevnt. Nýggja felagið hjá føroyska vonginum dregur eisini fram, at Pauli longu hevur verið við til nógv stórt á hondbóltsleiðini: Hann er partur av 02-árganginum og var við at vinna U19 EHF Championship í 2021 og at enda á 7. plássi U21 HM 2023. Umframt hetta hevur Pauli verið partur av bruttohópinum á A-landsliðnum.
Nógvur føroyskir spælarar hava verið í norskum hondbólti seinastu átta árini. í Summar fór Tróndur Mikkelsen "sum tann seinasti" úr Kristiansund, men nú er greitt, at ein føroyingur eisini verður at síggja har í 2025/2026.
- Á vøllinum hevur hann víst eitt serliga gott arbeiðssemi og ein vilja at geva alt – óansæð hvør dysturin er. Hann er ein góð fyrimynd og ein drívmegi í felagnum.
Serliga hava børnini í Neistanum fingið nógv burturúr. Pauli hevur eitt natúrligt og hjartaligt samband við tey – hann minnist nøvnini á børnunum, gevur sær stundir og møtir teimum altíð við einum smíli. Slíkar relatiónir skapa ein sterkan felagsskap – og hetta virði kann ikki ovmetast, skrivar Neistan í sínari fyribils farvælheilsan.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 09. juli 2025
Tá skipað varð fyri bragdið Top Run sunnudagin varð nýtt met sett, tá Jacob Ejby Stengaard kom á mál við tíðini 39,38 minuttir
Sunnudagin 6. juli varð aftur skipað fyri Bragdið Top Run, har runnir vórðu 9,8 kilometrar frá Effo-støðini í Kollfjarðardali niðan á Sornfelli, og tá varð nýtt met sett.
Tað var Jacob Ejby Stengaard, sum tók metið við tíðini 39,38, skrivar Bragdið, sum skipaði fyri renningini, í tíðindaskrivi. Gamla metið á 43,04 setti Marnar Djurhuus í 2013.
Og Jacob hevði ikki meira enn fingið luft, so kom Rógvi Kárason á mál við tíðini 41,12, sum eisini er væl undir gamla metinum. Triði maðurin var Torbjørn Hentze við tíðini 44,31. Allir tríggir eru í Bragdinum.
Hjá kvinnunum var Maria C Nielsdóttir fyrst á mál við tíðini 58,28. Stutt aftaná kom Katrin Thorsvig á mál, 59,47 og triðja kvinnan var Karoline Ejby Stengaard við tíðini 1.00,05. Hon er kona Jacob, er við barn í sætta mánaði. Felags fyri allar var, at tær runnu Top Run fyri fyrstu ferð. Allar tríggjar eru í Bradginum.
Umframt at met varð sett sunnudagin, setti luttøkan eisini met. 94 høvdu meldað seg til renningina.
Úrslitini frá Bragdið Top Run síggjast her.
Myndir; Jens Kr. Vang
Jacob Ejby Stengaard og Rógvi Kárason
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 07. juli 2025