Lat aftur Yvirlit list articles in edition

Leygardagur 19. juli 2025 | Nr. 29 | Árgangur 6 | Kr. 0,00

– Føroyar skulu gerast heimsins vinarligasta land fyri koyristólsbrúkarar

SíÐa 2

1 Leygardagur 19. juli 2025

-

-

-

-


SkrivaÐ:

-

  • Blaðið

    Stovnað 2020

    Útgevari: Knassar

    Upplag: 903

    Lisnar síður: 6030

    Dagført 10. hvørt sekund
  • Samband

    tel. 20 80 80

    [email protected]



    Ingi Samuelsen

    Redaktørur

    [email protected]

    tel. 22 22 73


  • Borgar Kristiansen

    Lýsingarráðgevi

    [email protected]

    tel. 23 66 01

2
Leygardagur 19. juli 2025

– Føroyar skulu gerast heimsins vinarligasta land fyri koyristólsbrúkarar

Tað sigur Kaj Leo Holm Johannesen, sum fer at stovna eitt áhugafelag fyri koyristólsbrúkarar í Føroyum

Tað er stórur áhugi fyri at skipa fyri koyristólstreffi og fyri at stovna eitt áhugafelag fyri koyristólsbrúkarar, sigur Kaj Leo Holm Johannesen (Mynd: Facebook/Kaj Leo Holm Johannesen)
SkrivaÐ:

Alda Nielsdóttir

– So er støðan tikin. Eg stovni eitt áhugafelag fyri koyristólsbrúkarar í Føroyum eftir ólavsøku.

Soleiðis skrivaði Kaj Leo Holm Johannesen, fyrrverandi løgmaður og løgtingsmaður fyri Sambandsflokkin á Facebook hósmorgunin, og arbeiðið hevur gingið skjótt, tí viðtøkurnar eru lidnar, og eisini hevur hann fingið fólk at manna nevndina í felagnum, sigur hann við Blaðið Vikuskifti.

Kaj Leo Holm Johannesen er ein av sjey føroyingum, sum hava autoimmunu sjúkuna CIDP, og hon er orsøkin til, at hann hevur sitið í koyristóli í nærum eitt ár nú.

Hann greiðir frá, at við røttum heilivági kunnu tey flestu, sum fáa staðfest hesa sjúkuna, ganga sum vanligt, men hjá honum hevur heilivágurin tíverri ikki havt ein nøktandi virknað, og tí má hann sita í koyristóli. Hann kann tó standa og flyta seg úr koyristólinum, sigur hann.

Ætlar at skipa fyri koyristólstreffi
Umframt at stovna eitt áhugafelag, er ætlanin eisini at skipa fyri einum koyristólstreffi, har koyristólsbrúkarar í Føroyum kunnu hittast, og áhugin fyri hesum hevur verið stórur.

– Tað eru nógv, sum skriva til mín, og tað eru nógvir koyristólsbrúkarar, sum siga, at tey vilja møta upp, sigur Kaj Leo Holm Johannesen, sum leggur afturat, at áhugin fyri at hjálpa fólki í koyristóli og fólki við skerdum førleika er stórur.

– Eg eri eitt sindur yvirraskaður yvir, hvussu áhugað fólk eru í at geva fólki við skerdum førleika nakrar møguleikar á jøvnum føti við øll onnur.

– Ofta eru tað í veruleikanum smáting, sum avgera, um ein sleppur út ella ikki. Um ein ætlar sær út at eta t.d. ella til okkurt tiltak, kunnu smáting gera, at koyristólsbrúkarar og fólk við skerdum førleika verða útihýst. Atkomumøguleikar allastaðni eru ein stór avbjóðing, sigur Kaj Leo Holm Johannesen.

Heimsins vinarligasta land fyri koyristólsbrúkarar
Hann vil arbeiða fyri, at Føroyar gerast heimsins vinarligasta land fyri koyrstólsbrúkarar.

Hann vísir m.a. á, at Føroyar gera nógv burturúr ferðavinnu, og hevði tað gjørt áhugan hjá ferðafólki uppaftur størri, um mann kundi marknaðarført Føroyar sum eitt tað vinarligasta landið í heiminum fyri fólk, sum sita í koyristóli ella hava skerdan førleika.

– Summi ES-lond eru frammanfyri onnur á hesum økinum, og mann kann taka eina politska avgerð um at eingin munur skal vera í Føroyum millum tey, sum sita í koyristóli, og tey, sum kunnu ganga, sigur hann.

Nýggja áhugafelagið fyri koyristólsbrúkarar í Føroyum verður stovnað í næstum - møguliga áðrenn ólavsøku, sigur Kaj Leo Holm Johannesen og leggur afturat, at tíggju fólk hava ringt til hann og bjóðað honum høli í Havn at hýsa einum koyristólstreffi púra ókeypis.

– Tað er stórur áhugi fyri at stuðla hesum, men eg veit ikki, hvussu nógvir koyristólsbrúkarar eru í Føroyum, sigur hann.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 19. juli 2025

3 Leygardagur 19. juli 2025

Trump: Tollurin á ES-vørur verður 30 prosent

Frá 1. august verður ein tollur á 30 prosent lagt á vørur úr ES og Meksiko sigur amerikanski forsetin

Amerikanski forsetin, Donald Trump (Mynd: EPA)
SkrivaÐ:

Alda Nielsdóttir

Amerikanski forsetin, Donald Trump boðar frá, at hann ætlar at leggja 30 prosent í tolli á vørur, sum verða innfluttar úr ES frá 1. august.

Eisini ætlar hann at leggja ein líknandi toll á vørur úr Meksiko, skrivar hann í dagføring á Truth Social, har hann hevur viðfest eitt bræv til ES-nevndarforkvinnuna Ursula von der Leyen.

ES hevur annars roynt at fingið eina handilsavtalu við USA, áðrenn hægri tollurin, sum amerikanski forsetin boðaði frá í vár, kemur í gildi. Í løtuni stendur hann til at koma í gildi 1. august.

Hendan fráboðanin kemur stutt eftir, at hann hevur ásett toll á vørur úr fleiri øðrum londum.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 12. juli 2025

4 Leygardagur 19. juli 2025

Klaksvíkingur aftur á FM-kós eftir flottan Fjarðastevnu-róður

Tað var tætt millum 10-mannaførini, tá Klaksvíkingur í dýrdarveðri tók metið á Skálafjørðinum við tíðini 04.23.40. Harvið kann sigursvandi báturin so at siga tryggja FM á Vestanstevnu um eina viku

(Mynd: Jens Kr. Vang)
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

Í dýrdarveðrinum á Skálafjørðinum díktu teir 30 menninir, umframt róðurskvinnurnar, á seint seinnapartin leygardagin.

Serliga stórur spenningur er um 10-mannaførini í ár, har Klaksvíkingur og Havnarbáturin undan fimta FM-róðrinum vóru stavn um stavn: Púra javnir eftir tveir sigrar hvør.

Havnarbáturin var sannførandi á Varmakeldu vikuna frammanundan, men leygardagin svaraðu verandi FM-vinnararnir aftur. Í mun til róðurin í Fuglafirði, fekk Klaksvíkingur ein góðan start og var nakað á odda eftir fyrstu tøkini.

Leiðslan helt allan vegin inneftir, men Havnarbáturin - og eisini Norðingur - hingu í. Móti endanum fóru teir á Havnarbátinum av álvara at nærkast, men klaksvíkingar hildu tørn. Munurin var at enda nakað undir ein minutt, og Norðingur var beint undir tvey sekund frá fyrsta plássinum.

[object Object]

Sí øll úrslitini her

Mettíðir
Stutt eftir spennandi róðurin var liðugur, kundu tey umborð á Klaksvíkinginum stórfegnast. Tá kundu eisini staðfestast, at met varð sett á Skálafjørðinum. 

04.23.40

So skjótt hevur eingin róð í skrásettum FM-róðri her áður. Klaksvíkingur setti met, og Havnarbáturin javnaði Fjarðastevnu-metið. Áðrenn var tað júst 04.24.13.

Fyrr á degnum setti Ørvur, sum stevnir beint móti FM hjá 8-mannaførunum, metið fyri 8-mannafør á hesum fjørði. Hetta við tíðini 4.33.11.

Klaksvíkingur liggur væl fyri
Eftir dagsins 10-mannafarsróður hevur Klaksvíkingur 33 stig, meðan Havnarbáturin hevur 32 stig. Harvið kann verandi føroyameistarin so at siga avgera alt á vestanstevnu í Sørvági.

Vinnur Havnarbáturin hinvegin, so verður ein rein FM-finala á ólavsøku.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 12. juli 2025

5

Størv

Ert tú Føroya fyrsta Brekumboð?

Meira Umsóknarfreist: 20. august 2025

Skrivstovulærlingur til Atlantic Airways

Meira Umsóknarfreist: 31. juli 2025

Hevur tú hug at koma í skrivstovulæru?

Meira Umsóknarfreist: 10. august 2025

Bjargari til SAR-toymið á tyrludeildini hjá Atlantic Airways

Meira Umsóknarfreist: 31. juli 2025

Greinari til Føroya Banka

Meira Umsóknarfreist: 12. august 2025

Sølufólk til Kopp & Kannu

Meira Umsóknarfreist: 22. juli 2025

Vit leita eftir einum handilslærlingi – er tað tú?

Meira Umsóknarfreist: 17. august 2025

Goymslulærlingur og goymslufólk til Reyni Service

Meira Umsóknarfreist: 06. august 2025

Fólk til pakki- og framleiðsludeildina hjá P/f Poul Michelsen

Meira Umsóknarfreist: 11. august 2025

Tveir samskiparar til norðurlendska Náttúruprogrammið

Meira Umsóknarfreist: 08. august 2025

Vit leita eftir einum eldhugaðum skrivstovunæmingi!

Meira Umsóknarfreist: 23. juli 2025

Goymslulærlingar til KJ

Meira Umsóknarfreist: 25. juli 2025
6 Leygardagur 19. juli 2025

NSÍ leigar Mikkel Jakobsen frá 07 Vestur

Heldur óvæntað skifti kunngjørt seinnapartin. 26-ára gamli danski miðvallarin hevur spælt allar dystirnar hjá 07 í ár - í 2021 var hann eisini í NSÍ

Mikkel Jakobsen er triði nýggi útlendski spælarin, sum kemur til NSÍ í summar. Hann kann ikki spæla við í Helsinki hósdagin. Her sæst hann í dysti fyri NSÍ móti 07 Vestur í 2021 - nú leigar 07 hann út til teir í gulum og svørtum (Mynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

Á vetri 2021 kom hann til Føroya og NSÍ sum ein spenanndi álopskendur spælari. 

Gongdin hjá Mikkel Elbæk Jakobsen var heldur misjøvn, tó at kviki danin serliga gjørdi vart við seg við nógvum uppleggum.

Frá 2022 til 2024 spældi Mikkel Jakobsen í íslendskum fótbólti. Sìðani fekk 07 Vestur miðvallaran aftur til føroyskan fótbólt, og har hevur Mikkel Jakobsen spælt seinasta árið. 

Sambært FaroeSoccer hevur hann spælt 27 dystir og skorað trý mál. Í ár hevur 26-ára gamli danin spælt í øllum dystunum hjá 07; sum annar av bert tveimum útispælarin.

Tískil var tað heldur óvæntað, at NSÍ seinnapartin kunngjørdi hann sum nýggjan spælara - ein leigaðan spælara.

NSÍ skrivar á Facebook-síðu sínari, at Mikkel er leigaður árið út. Talan er helst um eitt slag av avloysara hjá Steffani Løkin, sum er givin at spæla fótbólt. 

[object Object]
Mikkel Jakobsen í Conference League í 2021 - møguliga verður hann at síggja í hesi kappingini seinni í summar (Mynd: Bjarni Enghamar)

Mikkel Jakobsen er ikki tøkur til Conference League-dystin í Helsinki hósdagin. Hetta er tí, at 26-ára gamli spælarin sjálvandi ikki var skrásttur NSÍ-spælari áðrenn 1. umfar byrjaði. Mikkel verður møguliga tøkur til 2. umfar, um tað eydnast NSÍ at ger arbeiði liðugt eftir 4-0 sigurin í fyrra dystinum. 

Hetta er triði nýggi spælarin hjá NSÍ í summar. Útlensdsku miðverjarnir Daniel Obbekjær og Henrik Olsen eru lagdir afturat - Kevin Jablinski er skaddur restina av árinum.

- Ikki seinasta broytingin hjá 07 Vestur í summar 

07 Vestur hevur eisini skrivað um skiftið fyri løtu síðani.

- Avgerð er tikin um at leiga Mikkel Jakobsen út til NSÍ, eftir at NSÍ hevur spurt seg fyri.

07 Vestur staðfestir, at hetta helst ikki verður seinasta broytingin í hópinum í hesum flytingarvindeyganum.

Tað letur aftur týsdagin. Eftir 16 umfør hevur 07 Vestur bert sjey stig og liggur til niðurflyting.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 12. juli 2025

7 Leygardagur 19. juli 2025

Sjóvinnu- og Mentanarhúsið í Sørvági fingið navnið “Messan”

Ian Nolsøe Joensen úr Miðvági vann navnakappingina – 126 uppskot komu inn

Vinningurin er ein málningur eftir Pól Skarðenni. Á myndini sæst Pól handa Iani Nolsøe Joensen málningin. Ian valdi myndaevnið: Jesus saman við mannafjøldini.
SkrivaÐ:

Alda Nielsdóttir

Navn skuldi finnast til nýggja sjóvinnusavninum og mentanarhúsinum í Sørvági, og tí varð navnakapping útskrivað í summar. Áhugin at senda uppskot inn var stórur, og tá freistin var úti 4. juli vóru heili 126 uppskot komin inn.

Vinnarin av navnakappingini var ungi miðvingurin Ian Nolsøe Joensen, sum átti uppskotið "Messan". Hetta uppskotið varð einmælt valt av nevndini, skrivar nevndin í tíðindaskrivi.

Grundgevingin til navnið er:

Sørvágur er gomul fiskivinnubygd. Orðið er gamalt, sum vit binda at sjónum og sjólívi. Messuprát har mannskapið hittist til prát og at skaffa. Í messuni er lív í. Har verða søgur sagdar og sangir sungnir. Messan samlar alla manningina. Høg sum lág. Orðið er lætt at benda. Hugsi um lýsingar til tiltøk í húsinum. Ung kenna ofta ikki til gomlu hugtøkini og orðini. Navnið MESSAN er við til at varðveita orðið millum manna. Húsið skal samla Vágar og Føroyar til tiltøk til álvara og gaman. VIT SAMLAST Í MESSUNI.

Vinningurin er ein málningur eftir Pól Skarðenni. Á myndini omanfyri sæst Pól handa Iani Nolsøe Joensen málningin. Ian valdi myndaevnið: Jesus saman við mannafjøldini.

Tað bleiv eisini trekt lut ímillum øll 126 innkomnu uppskotini, um fimm gávukort frá Vága Kajak. Vinnarnir her vóru Dánial Jacobsen, Eyðun Lamhauge, Páll Poulsen, Jón Johansen, og Mourits Mohr Joensen.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 13. juli 2025

8 Leygardagur 19. juli 2025

Avtala um at gera Nýkaledónia til stat

Talan er um eina søguliga avtalu millum Frakland og franska oyggjalandið Nýkaledónia, sum tó framvegis skal góðkennast

Franski forsetin, Emmanuel Macron á fundi við fólkavaldum umboðum úr Nýkaledónia í París leygardagin (Mynd: EPA)
SkrivaÐ:

Alda Nielsdóttir

Frakland og franska oyggjalandið Nýkaledónia hava gjørt eina søguliga avtalu, sum inniber, at Nýkalidónia nú verður ein statur, samstundis sum økið verður verandi partur av franska ríkinum.

Nýkaledónia er eitt oyggjaland í Kyrrahavinum, sum liggur umleið 16.000 kilometrar frá franska meginlandinum.

Seinasta árið hevur ófriður verið í Nýkaledónia, har loysingarspurningurin hevur fylt nógv.

Sambært avtaluni skal staturin Nýkaledónia skal skrivast inn í fronsku grundlógina, og onnur lond skulu viðurkenna oyggjalandið sum ein stat, skrivar Ritzau.

Eisini framgongur í avtaluni, at ein nýggjur nýkeldoniskur ríkisborgaraskapur skal setast á stovn, og tað skal vera møguligt hjá borgarum í Nýkaledónia at hava hendan nýggja ríkisborgaraskapin umframt tann franska.

Avtalan skal samtykkjast av franska tjóðartinginum og til fólkaatvkøðu í Nýkaledonia.

Frakland varðveitir fýra málsøki - verja, gjaldoyra, trygd, og rættur. Tó kann Kongressin í Nýkaledónia kann tó avgera at yvirtaka eitt málsøki, um hetta verður samtykt av trimum fimtingum av Kongressini.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 13. juli 2025

9 Leygardagur 19. juli 2025

Summar á Leynasandi

Vit hava havt framúr veður seinastu vikuna, og sunnudagin var fotografur okkara við myndatólinum á Leynasandi

Mynd: Jens Kr. Vang
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Sí allar myndirnar

[object Object](Mynd: Jens Kr. Vang)

[object Object](Mynd: Jens Kr. Vang)

[object Object](Mynd: Jens Kr. Vang)

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 13. juli 2025

10 Leygardagur 19. juli 2025

Rivur í fronskum kjarnorkuverkum skapa ótta

Í 2022 vóru rivur í fronskum kjarnorkuverkum við til at herða orkukreppuna. Nú skapa nýggjar rivur aftur ótta fyri orkuframleiðsluni

 
SkrivaÐ:

Jan Müller

Hetta kemur fram í nýggjari frágreiðing um orkustøðuna í Evropa í øðrum ársfjórðingini skrivar norski miðilin E24. Víst verður á, at Evropa hevði metframleiðslu frá sólorku um somu tíð sum framleiðslan av orku frá koli og brúnkoli varð metlág. Gassprísirnir í Evropa fara upp og niður. Eisini vísir frágreiðingin, at streymloysið í Spania og Portugal fyrr í ár stavaði frá trupulleika at regulera spenningin. 

Frágreiðingin vísir á, at streymprísirnir og orkustøðan hava skapt nógv orðaskifti seinastu árini, serstakliga eftir russisku innrásina í Ukraina og steðginum í russiskum gassi til Evropa.

Evropa byggir út sól- og vindorkuna fyri at gerast meira sjálvstøðugt við orku, og fleiri lond hava ætlaninir um at útbyggja kjarnorkuna. Samtíðis kunnu tað vera stórar avbjóðingar við kjarnorku. Rivur í fronsku kjarnorkuverkunum gera ikki støðuna betri. Slíkar rivur í kjarnorkuverkum í 2022 gjørdu, at orkuframleiðslan var tann lægsta í 33 ár fyri tó síðani at koma fyri seg aftur.  Í 2025 vórðu tvær rivur funnar í fronskum kjarnorkuverki, og varð ótti fyri eini endurtøku av støðuni í 2022. 

Enn ein trupulleiki við kjarnorkuverkum er tann, at nógvi hitin ger, at kjarnorkuverk mugu stongja eitt skifti. 

Í frágreiðingini verður býtið av orkuframleiðslu í Evropa lýst. Frá fossilari orku er framleiðslan 21 prosent, frá kjarnorku 23 prosent og frá verandi orku og burturkastbrenning 56 prosent. 

Montel, sum hevur gjørt frágreiðingina, væntar, at geopolitikkurin fer at hava týðandi ávirkan á evropeisku gass- og orkuprísirnar í triðja ársfjórðingi. Prísirnir kunnu vaksa, tá  Evropa roynir at tryggja sær skipalastir við flótandi náttúrgassi, LNG og fylla upp gassgoymslurnar innan veturin.  

Eisini vatngoymslurnar kunnu fáa ávirkan á orkuprísirnir vísir frágreiðingin. Hóast Norðurlond hava ríkiligt við vatni, so kann vatnmanglul ávirka prísirnar. Ma. kann lækkandi vatntilflutningur skapa trupulleikar fyri kolaflutning á Rhínánni og harvið ávirka týsk kolaorkuverk, sum eru týðandi partur av týsku orkuskipanini. 

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 13. juli 2025

11 Leygardagur 19. juli 2025

Bilur endaði á takinum

Sunnukvøldið var eitt ferðsluóhapp í Søldarfirði – Tvey fólk vórðu flutt á Landssjúkrahúsið, men staðfest varð, at tey ikki høvdu fingið stóran skaða

(Savnsmynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Alda Nielsdóttir

Sunnukvøldið varð boðað frá einum ferðsluóhappi í Søldarfirði, har ein bilur endaði á takinum.

Tíbetur var lítil fólkaskaði, hóast bilurin fekk álvarsligan skaða, sigur vaktleiðarin á løgreglustøðini í Havn.

Tvey fólk vóru í bilinum, og tey vórðu send á Landssjúkrahúsið til kanningar, og tað vísti seg, at tey høvdu bara fingið nakrar snuddir.

Tað er ikki heilt greitt, hví óhappið hendi, men tað verður kannað nærri. Bilurin endaði onkursvegna í mótkoyrandi vegbreytini, rakti ein grótgarð, fór tvørturum eina innkoyring og rakti síðani ein annan grótgarð.

Førarin var edrúur, og hann sá heldur ikki út til at hava koyrt ov skjótt, leggur vaktleiðarin afturat.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 14. juli 2025

12 Leygardagur 19. juli 2025

– Tollurin hjá Trump fær stórar avleiðingar fyri samhandilin

Tað sigur ES-handilskommisserurin, Maros Sefcovic sum er vónbrotin av ætlanunum hjá Donald Trump um at leggja ein toll á 30 prosent á ES-vørur

Maros Sefcovic, ES-handilskommisserur (Mynd: EPA)
SkrivaÐ:

Alda Nielsdóttir

Hægri tollurin á 30 prosent, sum eftir ætlan verður lagdur á ES-vørur frá 1. august fer at fáa stórar avleiðingar fyri samhandilin millum ES og USA, sigur ES-handilskommisserurin, Maros Sefcovic.

USA og ES samráðast í løtuni um eina handilsavtalu, men amerikanski forsetin, Donald Trump hótti herfyri við at leggja toll á 30 prosent á vørur, sum verða innfluttar til USA úr ES frá 1. august, um eingin avtala er gjørd.

Tað er tó málið hjá ES at fáa eina avtalu í lag, og hevur sambandið millum USA og ES uppiborið eina loysn, sigur Sefcovic.

– Eg fari at tosa við mínar amerikonsku samstarvsfelagar seinni í dag. Tí eg kann ikki ímynda mær at fara úr samráðingunum uttan at hava gjørt eina veruliga roynd.

Hann leggur afturat, at hann er vónbrotin av fráboðanini hjá amerikanska forsetanum um, at hann ætlar at leggja 30 prosent á ES-vørur.

– Eg hevði varhugan av, at vit vóru nær við at fáa eitt gott úrslit fyri báðar partar. Eg eri sjálvandi vónbrotin um fráboðanina, tí hon skapar ein nýggjan dynamikk.

Hann sigur, at ES skal vera fyrireikað til allar støður - eisini til at umhugsa hóskandi aftursvar, um hetta verður neyðugt.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 14. juli 2025

13 Leygardagur 19. juli 2025

Trump á vitjan hjá Charles kongi 17. til 19. september

Trump vitjaði Elizabeth drotning í 2019, og í september vitjar hann Charles kong á Windsor-borgini

Charles kongur (tá prinsur), Elizabeth drotning, amerikanski forsetin Donald Trump, og amerikanska forsetafrúan Melania Trump í 2019 (Mynd: EPA)
SkrivaÐ:

Alda Nielsdóttir

Í døgunum 17. til 19. september vitjar amerikanski forsetin, Donald Trump í Stórabretlandi, har hann skal hitta Charles kong, upplýsir Buckingham Palace sambært fleiri tíðindastovum.

Bretsku kongshjúnini Charles kongur og Camilla drotning, taka ímóti amerikonsku forsetahjúnunum, Donald og Melaniu Trump á Windsor-borgini.

Tað var longu í februar, at Trump varð boðin at vitja kongin í Stórabretlandi. Hann fekk innbjóðingina í sambandi við vitjan hjá bretska forsætisráðharranum, Keir Starmer í Washington D.C.

Um innbjóðingina segði Trump, at tað var ein heiður at verða boðin á vitjan hjá kongi, sum hann segði seg hava gott samband við.

Undir sínum fyrra valskeiði sum forseti - í 2019 - vitjaði Trump mammu Charles kong, Elizabeth drotning. Tað er siðvenja, at amerikanskir forsetar, sum longu hava verið á statsvitjan hjá bretum undir teirra seinna valskeiði verða bodnir til ein meira óformellan miðmála á Windsor-borgini. Soleiðis var m.a. eisini við undanmonnunum hjá Trump, Barack Obama og George Bush.

Donald trump hevur eitt tætt samband við Stórabretland, av tí at mamma hansara er fødd í Skotlandi, har Trump eisini eigur eitt golffrítíðarstað.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 14. juli 2025

14
Leygardagur 19. juli 2025

Stelkur og Bakur síggja út sum nýggir

Partrolararnir Stelkur og Bakur hava verið á beding hjá Mest í Havn, og síggja nú út sum nýggir

Bakur (Mynd: Kiran Jóanesarson)
SkrivaÐ:

Kiran Jóanesarson

Seinastu tíðina hevur parið verið til víðlíkahaldsarbeiði hjá Mest, umframt at annað arbeiði er gjørt við skipini.

Stelkur og Bakur hava verið heimahoyrandi í føroyska flotanum seinastu skjótt 23 árini.

Tað var felagið Faroe Seafood, sum lat parið byggja í Spania, og seinni endaðu tey undir Faroe Origin eftir, at Faroe Seafood fór á húsagang.

Eigararnir í Faroe Origin, sum eru Framherji í Fuglafirði og Varðin í Gøtu, hava tikið øll fýra fiskiskipini úr felagnum hjá Faroe Origin, og koyrt tey undir feløg hjá teimum báðum reiðaríðunum. 

Varðin eigur Stelk og Framherji eigur Bak. Heykur og Falkur eru somuleiðis tiknir úr Faroe Origin, og hoyrir Heykur til Varðan og Falkur til Framherja. 

Somuleiðis hava Falkur og Bakur fingið heimstað í Fuglafirði umframt at øll fýra skipini eru merkt við búmerkunum hjá Framherja og Varðanum. Stelkur og Heykur eru framvegis heimahoyrandi í Runavík.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 14. juli 2025

15 Leygardagur 19. juli 2025

Kyndilskvinnur fáa svia sum høvuðsvenjara

Pether Krautmeyer er settur sum høvuðsvenjari hjá besta kvinnuliðnum hjá Kyndli

(Mynd: Kyndil)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Kyndil hevur sett nýggjan høvuðsvenjara til kvinnurnar. Talan er um Pether Krautmeyer úr Svøríki, ið eisini kemur at virka sum ungdómsmennari, skrivar felagið.

- Nevndin hevur seinastu tíðina leitað eftir einum nýggjum høvuðsvenjara til kvinnurnar, ið eisini skuldi vera virkin í ungdómsarbeiðnum, soleiðis at flytingin millum yngri deildirnar og bestu deildina, verður fyrireikað og framd á bestan hátt. Við Pether hava vit funnið eina spennandi loysn, og sum kemur við drúgvum royndum, sigur Heini Poulsen Hellisdal, formaður í Kyndli.

Pether Krautmeyer er 56 ára gamal, kemur úr Svøríki, og hevur millum annað verið hjálpar- og høvuðsvenjari í Holstebro Håndbold frá 2008 til 2023. Umframt at hava tikið sær av fremstu deildunum, hevur hann eisini vant ungdómsdeildir.

Pether hevur eisini lokið útbúgvingina sum styrkivenjari, sum kvinnurnar eisini fáa ágóðan av. Nýggi venjarin kemur til Føroya seinni í mánaðinum, sigur Kyndil.

[object Object](Mynd: Jens Kr. Vang)

Kyndilskvinnur gjørdust steypavinnarar seinasta kappingarár og vunnu eisini grundspælið í landskappingini. Í FM-finalunum blivu tær grønu koppaðar av hoyvíkskvinnum.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 14. juli 2025

16 Leygardagur 19. juli 2025

RSP endar summarið við einum braki

Norð festivalurin kunnger í dag RSP, sum veruliga skal seta lív í fjøldina

(Mynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Norð festivalurin kunnger eitt av stóru føroysku nøvnunum seinastu árini. Nevniliga RSP.

Teir tríggir rappararnir eru kendir fyri at festa lív í fjøldina, og tað fara teir at gera á Norð festivalinum leygardagin 30. august.

Fyriskipararnir boða frá í sama skrivi, at arbeitt verður í løtuni við møguleikanum at skaffa fleiri kampingpláss, sum annars øll hava verið útseld í rúma tíð.

[object Object](Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 14. juli 2025

17 Leygardagur 19. juli 2025

Upptøkurnar til stóra Harry Potter-røð byrjaðar

HBO hevur lagt mynd av nýggja høvuðsleikaranum

(Mynd: HBO)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Stroymingartænastan HBO hevur lagt mynd av nýggja Harry Potter - 11 ára gamla Dominic McLaughlin - í høvuðsleiklutinum í røðini, sum eftir ætlan skal verða frumsýnd í 2027.

Upptøkurnar eru byrjaðar í upptøkuhølum hjá Warner Bros í Leavesden norðanfyri London.

Umframt Dominic McLaughlin, verða Arabella Stanton og Alastair Stout í leiklutunum sum Hermione og Ron. Hetta varð kunngjørt í maimánað.

32.000 børn vóru til upptøkuroynd.

Ætlanin er at tær sjey Harry Potter-bøkurnar skulu vera ein sesong hvør. Hetta fer væntandi at taka 10 ár at framleiða.

[object Object](Mynd: HBO)

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 14. juli 2025

18 Leygardagur 19. juli 2025

Sirið Stenberg hitt Zelenskyj í Kyiv

Stríðið hjá Ukraina fyri rættinum at vera til er avgerandi fyri trygdina og støðufestið í Evropa. Tí fara vit í Føroyum enn meira miðvíst at raðfesta stuðul til Ukraina, sigur landsstýriskvinnan í uttanríkis- og vinnumálum

Ukrainski forsetin, Volodymyr Zelenskyj og Sirið Stenberg, landsstýriskvinna í uttanríkis- og vinnumálum (Mynd: Uttanríkis- og vinnumálaráðið)
SkrivaÐ:

Alda Nielsdóttir

Mánadagin frættist, at landsstýriskvinnan í uttanríkis- og vinnumálum, Sirið Stenberg hevði verið í Ukraina og hitt ukrainska forsetan, Volodymyr Zelenskyj saman við danska verjumálaráðharranum Troels Lund Poulsen, og Uttanríkis- og vinnumálaráðið hevur nú lagt myndir út frá vitjanini saman við einum tíðindaskrivi.

Uttanríkis- og vinnumálaráðið skrivar, at landsstýriskvinnan á ferðini hevði høvi at greiða Zelenskyj og ukrainska verjumálaráðharranum, Rusten Umerov, frá, at landsstýrið fer at fáa til vega játtan at lata Ukraina føroyskt framleiddar skjóttgangandi bátar og somuleiðis, at landsstýrið er sinnað at finna onnur samstarvsøki, har Føroyar kunnu hjálpa Ukraina við at verja seg móti støðugum álopum.

Sirið Stenberg sigur, sambært tíðindaskrivinum hjá Uttanríkis- og vinnumálaráðnum, at stríðið hjá Ukraina fyri rættinum at vera til avgerandi fyri trygdina og støðufestið í Evropa, og fara Føroyar tí enn meira miðvíst at raðfesta stuðul til Ukraina.

– Eftir at hava hitt umboð fyri stjórnina, vitjað vinnufyritøkur og heilsað upp ukrainskar hermenn, eri eg sannførd um, at føroysk fígging og førleikar hjá føroyskum fyritøkum kunnu gera veruligan mun, sigur hon.

Undir vitjanini í Kyiv hitti landsstýriskvinnan eisini Hermann Smetanin, ráðharra fyri strategiskan ídnað, og Oleksandr Kamyshin, forsetaráðgeva. Eisini varð steðgað á Frælsistorginum, har Sirið Stenberg vegna landsstýrið legði eitt silkiband í føroysku flagglitunum til minnis um tey falnu í krígnum, skrivar Uttanríkis- og vinnimálaráðið.

Niðanfyri eru nakrar myndir frá vitjanini hjá landsstýriskvinnuni, sum Uttanríkis- og vinnumálaráðið hevur lagt út:

[object Object]

[object Object]

[object Object]

[object Object]

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 15. juli 2025

19 Leygardagur 19. juli 2025

Fyrsta grøna tokið í Danmark

Mánadagin varð fyrsta elrikna tokið í Danmark á síni jomfrúferð millum Vemb og Thyborøn í Jútlandi

Fyrsta elrikna tokið í Danmark. Mynd DR
SkrivaÐ:

Jan Müller

Danir hava víst seg at vera teir stinnastu og fremstu, tá tað um grøna orkuskiftið ræður. Í farnu viku varð eitt lítið elrikið flogfar royn fyri fyrstu ferð, og mánadagin varð so eitt elrikið tok tikið í nýtslu. 

Talan er um tað fyrsta av tilsamans sjey elriknum tokum, sum skal koyra ferðafólk fyri Midjyllands Jernbaneselskap á vesturstrond Jútlands. Tokið kann koyra 120 kilometrar við eini løðing, og mesta ferðin er 140 km. um tíman. 

Við battaríriknum tokum sleppa ferðafólk undan larmi og lukti og tað dáma flestu av ferðafólkunum. 

Danska stjórnin samtykti í 2022, at øll tok í Danmark skulu verða elrikin innan 2035. 

Kelda: DR

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 15. juli 2025

20
Leygardagur 19. juli 2025

Vanligur dagur í Ánunum

Nógv umrøddi russiski trolarin Melkart-2 legði seinnapartin týsdagin at bryggju

(Mynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Um trý tíðina seinnapartin legði russiski trolarin Melkart-2 at bryggju í Ánunum.

Trolarin er nógv umrøddur seinastu dagarnar, tí tað er bannað í ES og í Noreg. Danska sjóverjan hevur fylt trolaranum á veg inn til Føroya.

Hóast nógva umrøðu, var ikki nakað óvanligt í Ánunum, tá Melkart-2 legði at. At síggja til bara ein vanligur dagur har á bryggjuni, greiddi Hansa Hansen, journalistur, frá í útvarpstíðindunum klokkan 15.

Skipið skal nú bunkra, proviantera og gera klárt til fiskiskap við Føroyar.

Í løtuni er eingin heimild at nokta skipum í sambandi við fiskiskap, at koma inn eftir provianti ella øðrum, sum hevur samband við teirra fiskiskap.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 15. juli 2025

21
Leygardagur 19. juli 2025

Nýggi trolarin hjá Varðanum kemur til Skagen i august

Faroe Origin gjørdi sáttmála um tveir trolarar hjá Karstensens Skibsværft í 2023, sum skulu latast í 2026

 
SkrivaÐ:

Kiran Jóanesarson

Tað var í september 2023 at Faroe Origin í Runavík undirskrivaði tveir nýggjar trolarar, sum skulu avloysa Rók og Lerk, sum felagið seldi av landinum í 2021.

Tað er gjørt nógv burtur úr av fáa so góða góðsku sum gjørligt burtur úr fiskinum, sum verður veiddur. Skipini verða útgjørd við góðari køling og hagreiðingin av veiðuni skal geva møguleika til bestu góðsku.

Tó er ein broyting gjørd síðani trolararnir vórðu undirskrivaðir. Eigararnir í Faroe Origin hava býtt teir fýra núverandi trolararnar millum sín, og eisini teir báðar nýggju, soleiðis at Varðin og Framherji, sum eiga Faroe Origin, eiga tríggjar trolarar í part. 

Fyrsti trolarin, sum kemur til Skagen, er tann hjá Varðanum, og hesin kemur eftir ætlan til Skagen nú í august, meðan tann hjá Framherja kemur eitt sindur seinni í ár.

Ætlanin er at øll veiða skal førast til lands. Tí er verksmiðjan gjørd til framleiðslu og goymslu av súrløgu, sum ætlanin er at framleiða burtur úr høvdum, innvølum o.ø.

Hugsa er eisini um umhvørvið – skipini eru sniðgivin so tey hava so lítla ávirkan á umhvørvið sum møguligt og harvið veiða burðardygt. Tey hava lutfalsliga stór skrúvubløð og snúningstalið á skrúvuni er lágt. Skipini lúka øll nútímans krøv til útlát og larm.

Manningin fær allar nútímans hentleikar. Nýggju tíðirnar stilla størri krøv til manningarviðurskiftini og hesi verða uppfylt við hesum nýbygningum.

Skipini kunnu trola við lemmum ella sum partrolarar. Tey koma at hava møguleika at trola við tveimum trolum ella einum troli.

Tað er gjørt nógv burtur úr av fáa so góða góðsku sum gjørligt burtur úr fiskinum, sum verður veiddur. Skipini verða útgjørd við góðari køling og hagreiðingin av veiðuni skal geva møguleika til bestu góðsku.

Møguleiki er fyri at nýta skipini sum ísfiskaskip, har fiskurin verður goymdur í kørum við krapaísi eins og møguleiki er fyri at avhøvda, støddarskilja og frysta veiðuna umborð. Lastin kann sostatt brúkast antin sum frystilast ella til køling.

Eftir ætlan skulu partrolararnir latast eigarunum fyrra og seinna hálvár í 2026. 

Umframt hendan trolarin, so letur Varðin eisini ein trolara byggja hjá Mest í Havn. Hesin trolarin kemur fyri Rankan, sum Varðin sledi til Sandavágs í 2023.

Nýggi trolarin skal last Varðanum í komandi ár.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 15. juli 2025

22 Leygardagur 19. juli 2025

Champions League-árið er av fyri føroyskan fótbólt

Lincoln Red Imps vann eisini seinna dystin móti Víkingi, sum annars skapti nakrar vandastøður. Víkingur skal í august spæla í Conference League ístaðin

Víkingur skoraði ikki seinastu tríggjar hálvleikirnar av uppgerðini móti meistarunum úr Gibraltar. Tað var millum annað heitt at jagstra í dag - útgangsstøði eftir heimadystin kostaði eisini (Mynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

Talan gjørdist ikki um nakað Champions League-ævintýr hjá føroyameistarunum. 

Víkingur er ikki í sama staði sum í fjør, og tað hevur eisini verið at sæð hesar báðar dystirnar móti Lincoln Red Imps. 

Tað vóru tveir tættir dystir millum meistaraliðini úr Føroyum og av Gibraltar. Týsdagin var nógvi hitin og slavna luftin við Europa Point Stadium ein eyka avbjóðing hjá Víkingi, sum royndi at stýra leikferðini, samstundis sum liðið jagstraði - serliga í 2. hálvleiki og eftir seinna vatnsteðgin.

Komu til nakrar góðar møguleikar - Red Imps stongdi til seinast
Tað var ikki sum at siga tað, men teir í ljósabláum høvdu sínar støður. Í 1. hálvleiki rakti Jákup Johansen yvirleggjaran - hann var møguliga líka rangstaddur - og tvær ferðir vann Vìkingur bóltin høgt og var nær við at revsa: Í fyrra førinum, í 1. minutti, varð skotið hjá Poul Kallsberg blokerað, og í seinna førinum valdi Ragnar Skála skeivu loysnina og alveringina.

Víkingur fekk í dystinum tvey fríspørk í dreymastøðu til Poul Kallsberg, men bert tað fyrra gjørdist eitt sindur vandamikið. Sum heild hótti Víkingur javnan uppá deyðbóltsstøður: Long innkøst frá Arnbjørn Svensson og hornaspørk. Nakrar ferðir varð talan um líkinda skot, og eitt hjá Sølva Vatnhamar tíðliga í 2. hálvleiki var nær við at geva mál og javnvág í samanlagt. Í innleggsstøðum í opnum spæli vantaði neyvleikin heldur ofta.

Í verjustøðu høvdu víkingarnir væl betri tamarhald á Red Imps enn í 1. hálvleiki í Klaksvík. Tað er tann hálvleikurin, sum víkingarnir nú helst fara at sita og iðra seg mest um. 2-3 gjørdi, at liðið úr Eysturkommunu noyddist at jagstra - í nógvum hita. Nú Olaf Bárðarson ikki var við, vóru færri møguleikar frá bonkinum, og støðan gav eisini pláss til heimaliðið.

Yvirleggjarin varð raktur stutt eftir steðgin, Bárður á Reynatrøð bjargaði einari ein-móti einari støðu seint í dystinum, og mál varð kolldømt í yvirtíðini áðrenn Lincoln Red Imps kveistraði allan iva til viks í 95. minutti. Ein langur bótur fór afturum Víkinga-verjuna, og Tjay De Barr streyk avstað. Besti maðurin í uppgerðini fór framvið Bárði, og so var 4-2 samanlagt.

Einki stig við og - spæla aftur evropeiskt í august
Víkingur fekk harvið ikki nakað evropeiskt stig við sær úr 1. umfari. Samanlagda tapið merkir, at Víkingur í augst skal spæla í 3. umfari í Conference League - lutakastið gjørdi, at liðið hoppaði eitt umfar yvir har. Lutakastið til hetta verður mánadagin 21. juli. Tað kann gerast seinasta umfarið hjá Víkingi í Evropa í ár, tó møguleikin at fáa nakrar eyka møguleikar fór nú.

Tað kennist helst svárt hjá føroyameistarunum at tapa fyri liði úr einari av lægst styrkismettu londunum í Evropa, sum tað fyrsta føroyska liðið nakrantíð. Víkingarnir noyðast tó at viðganga, at Linoln Red Imps var ta hvassari yvir tvær uppgerðir, og útgangsstøði eftir fyrra dystin var keðiligt.

Champions League 1. umfar, seinni dysturin
Europa Point leikvøllurin, 15. juli
Lincoln Red Imps - Víkingur 1-0 (0-0) - Samanlagt: 4-2

Víkingur (4-2-3-1): Bárður á Reynatrøð - Ari Olsen, Atli Gregersen (L), Arnbjørn Svensson, Ingi Jonhardsson - Árni Nóa Atlason, Sølvi Vatnhamar - Poul Kallsberg, Stefan Radosavljevic, Ragnar Skála (46' Aron Jarnskor Ellingsgaard) - Jákup Johansen

Hesir komu inn í 2. hálvleiki: Jørgen Nielsen (63') + Jónatan Lervig og Arnór Brandsson (84')

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 15. juli 2025

23 Leygardagur 19. juli 2025

Fýra íbúðir byggjast í Klaksvík

Malltek fer at byggja íbúðir niðan Horn

Havast skal í huga, at talan er um skitsuuppskot, og tí koma møguligar reguleringar, tá ið myndugleikasettið verður framleitt og seinni góðkent
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Fýra nýggjar íbúðir verða bygdar niðan Horn. Klaksvíkar kommuna lýsti lendi til sølu í mai, og inn komu trý uppskot. Á seinasta býráðsfundi, sum var síðst í juni, samtykti eitt einmælt býráð at taka av tilboðnum frá Malltek.

Í lýsingini stóð, at tað var upp til tey bjóðandi at koma við skitsuuppskoti um, hvussu byggingin bleiv skipað, men við kravi um, at byggingin skuldi skipast sum íbúðabygging við 4 búeindum sambært byggisamtyktini.

Skitsuuppskotið frá Malltek varð væl lýst, og varð í einari heildarmeting mett best.

Byggingin er uppdeild í tveir bygningar, ið eru knýttir saman av eini trappugongd, sum gevur lívd og eitt rúm sum íbúgvarnar eru felags um.

Økið er umleið 630 m2 til støddar, og kostnaðurin fyri økið, sum verður selt til Malltek, er kr. 1.150 kr/m2, t.v.s. kr. 724.500,-. 

Væntandi verður matrikuleringin komin uppá pláss aftaná summarfrítíðina, so Malltek endaliga kann keypa lendið og fara undir verkætlanina.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 15. juli 2025

24 Leygardagur 19. juli 2025

Trump: Vápn ávegis til Ukraina

Tað segði amerikanski forsetin eftir at hann mánadagin boðaði frá, at Nato fór at keypa amerikonsk vápn at lata Ukraina

Amerikanski forsetin, Donald Trump (Savnsmynd)
SkrivaÐ:

Alda Nielsdóttir

Vápn úr USA eru longu ávegis til Ukraina.

Tað segði amerikanski forsetin, Donald Trump við journalistar mikunáttina sambært Ritzau.

Tað var mánadagin, at Trump boðaði frá, at USA fór at senda vápn til verjusamgonguna Nato, sum keypir tey frá USA og síðani letur tey víðari til Ukraina at brúka í krígnum móti Russlandi.

Les eisini: USA letur vápn til Ukraina og hóttir Russland við tolli og revsitiltøkum

Avtalan snýr seg m.a. um amerikanskt framleiddar loftverjurakettir, men Trump greiddi í nátt ikki nærri frá, hvørji vápn talan var um, ella nær tey væmtaðust at koma til Ukraina.

Trump greiddi í nátt eisini frá, at hann ikki hevur tosað við russiska forsetan, Vladimir Putin, síðan hann á tíðindafundi mánadagin hótti Russland við at seta toll á russiskar vørur og seta fleiri revsitiltøk í verk, um Russland ikki gjørdi eina avtalu um vápnahvíld innan 50 dagar.

Trump segði, eftir at hava tosað við russiska forsetan fyrr í hesum mánaðinum, at hann var vónbrotin av samrøðuni.

Les eisini: Russiskt talsfólk: Hetta er álvarsamt

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 16. juli 2025

25 Leygardagur 19. juli 2025

Lena Anderssen á Summar Festivalin

Væl umtókta songkvinnan framførir á Summar Festivalinum í august

 
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Lena Anderssen hevur konsert á Summar Festivalin í ár.

Dugnaliga songkvinnan hevur í meira enn 25 ár myndað føroyska tónleikapallin við framúr sangum og framførslum. Lena Anderssen hevur nakað upp á hjartað í sínum sangum, og hon torir at seta nakað persónligt upp á spæl, tá ið hon skrivar tekstir. Saman við manninum Niclasi Johannesen ger hon sangir, sum hann stendur fyri at framleiða, og meistarliga samstarvið hevur givið okkum fleiri poppútgávur á altjóða stigi – bæði tá ið tað kemur til sangskriving og framleiðslu.

Í fjør kom sætta útgávan hjá Lenu Anderssen, State of the Land, og talan var um stórverk, sum fekk bestu skoðsmál frá ummælarum. Eitt nú lat Sosialurin í ummæli seks av seks stjørnum.

Seinasta árið hevur Lena Anderssen – sum nakað nýtt – útgivið tveir sangir á føroyskum máli. "Dugir tú at tosa føroyskt" hevur verið stórt hitt, og herfyri kom sangurin "Við hetta borðið".

Lena Anderssen spælir saman við bólki á Summar Festivalinum, ið verður hildin dagarnar frá 7. til 9. august.

Summar Festivalurin

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 17. juli 2025

26 Leygardagur 19. juli 2025

Koronulonirnar settar til sølu

Lonirnar, sum tá vórðu róptar Koronudeildin, eru nú settar til sølu. Tær eru tíggju í tali

(Savnsmynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Vegna Landssjúkrahúsið verða tær tíggju lonirnar, ella barakkirnar, sum vóru settar upp í 2020.

Hetta varð kallað koronadeildin.

Tað er Landsverk, sum stendur fyri søluni.

Talan er um tíggju lonir við samanbindandi gongd. Allar átta songjarstovurnar fingu gjørt WC og gongd/slusu. Ein lon bleiv innrættað til starvsfólkahøli og ein til skolirúm.

[object Object](Mynd: Sverri Egholm)

Keyparin hevur sjálvur ábyrgd av at taka lonirnar burtur. Tær verða seldar samlaðaðar.

[object Object](Mynd: KvF)

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 17. juli 2025

27 Leygardagur 19. juli 2025

Julija Svyrydenko nýggjur forsætisráðharri í Ukraina

Ein meiriluti í ukrainska tjóðartinginum hevur tikið undir við, at hon avloysir Denys Sjmyhal sum forsætisráðharri í Ukraina

Julija Svyrydenko, nýggi forsætisráðharrin í Ukraina (Mynd: EPA)
SkrivaÐ:

Alda Nielsdóttir

Julija Svyrydenko er nú nýggjur forsætisráðharri í Ukraina, eftir at ein meiriluti í ukrainska tjóðartinginum hevur tikið undir við, at hon kann avloysa Denys Sjmyhal, sum herfyri legði frá sær eftir at hava sitið í sessinum síðan mars 2020.

Sambært ukrainskum tjóðartingslimum vóru 262 av 450 atkvøðum fyri, skrivar Ritzau.

Svyrydenko hevur eisini fingið stuðul frá forsetanum, Volodymyr Zelenskyj, sum herfyri boðaði frá, at hann ynskti nakrar útskiftingar í umsitingini.

Zelenskyj segði m.a., at hann saman við Svyrydenko hevur umrøtt ítøkilig tiltøk, sum skulu styrkja búskapin, víðka um stuðulstiltøk og økja um vápnaframleiðsluna í Ukraina.

Julija Svyrydenko er 39 ár og hevur síðan 2021 verið ráðharri í búskaparmálum, umframt at hon hevur verið ein av varaforsætisráðharrunum.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 17. juli 2025

28 Leygardagur 19. juli 2025

Gandakent í Syðrugøtu

Hesar myndirnar vórðu tiknar áðrenn Beinir læt stóra pallin upp og setti gongd á hósdagin á G!

(Mynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

[object Object]

[object Object]

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 17. juli 2025

29 Leygardagur 19. juli 2025

Seinasta paradís á jørð í 22 biografum í Avstralia

Føroyski filmurin fær góð ummæli. Spælifilmurin hjá Sakarisi Stóra verður eisini sýndur fríggjadagin klokkan 13 á G! festivalinum

 
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Spælifilmurin hjá Sakarisi Stóra "Seinasta paradís á jørð" (The Last Paradise On Earth) er í løtuni at síggja í 22 biografum í Avstralia.

Filmurin er partur av Scandinavian Film Festival, sum sýnir norðurlendskar filmar í 22 biografum kring stóra landið “Down Under”. Higartil er filmurin í topp fimm av best umtóktu filmum og hevur fingið góða umrøðu í lokalu fjølmiðlunum.

[object Object]

[object Object]

Listin yvir biografar sum sýna filmin er her:

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 17. juli 2025

30 Leygardagur 19. juli 2025

Alt fór fyri mutur og skutur hjá NSÍ

Har vóru tveir minuttir eftir í Helsinki, tá HJK skoraði fjórða málið. Í yvirtíðini skoraði heimaliðið, sum var í yvirtali so at siga allan dystin, einasta málið, og NSÍ er úti hóast stórsigur í fyrra dystinum

Teir hjá NSÍ kunnu iðra seg yvir, at teir ikki vunnu meira í Føroyum - og at teir ikki megnaðu at standa ímóti í kvøld (Savnsmynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

4-0 í Føroyum var ikki nóg mikið fyri NSÍ til at skriva meira søgu. Fabian Ness var fekk reytt kort longu eftir eitt korter - ein útvísing sum sá heldur bílig út.

Síðani skapti NSÍ ikki nakra líkinda støðu á hinari hálvuni, fyrr enn støðan var 5-0 til HJK. 

NSÍ so at siga bara vardi á Bolt leikvøllinum. Í unditali var tað sum ein 6-3-0 í fleiri førum. Klæmint Andrasson Olsen var sum ein miðvallari.

Í fyrra hálvleiki gekst fínt at verja - HJK skoraði eitt mál stutt eftir útvísingina, og tað var eitt frálíkt langskot.

Tíðliga í 2. hálvleiki økti HJK. Hetta var uppá hornaspark, og tað var ógvuliga tilvildarligt: Ein annars lítið vandamikil stútari rakti ein NSÍ'ara í vegin, og so var 2-0.

Síðani helt NSÍ í 25 minuttir. So helt Kristian Joensen ikki skotinum hjá Santeri Hostikka: Málmansdropp og 3-0.

Harvið var eitt øðiligt trýst á teimum í gulum og svørtum. HJK hevði sum heild nógv skot men ikki so nógvar heilt stórar málmøguleikar. Tað sá eisini út til at fara at bera á mál hjá NSÍ við 4-3 samanlagt, men í yvirtíðini var ikki nóg nógv trýst á bólthaldara í vinstru, og mitt fyri málið dekkaðu teir hjá NSÍ ikki nóg væl upp. Antzoulas var hægstur, og verjuspælarin sendi uppgerðina í longda leiktíð.

Tá hevði NSÍ staðið og vart í 75 minuttir. Beinanvegin í longdari leiktíð gekk galið: Eitt flott fríspark frá Hostikka, Kristian fekk hondina á, men bólturin fór upp í málhornið og so var 5-0.

Sìðani skuldi NSÍ leypa á við tíggju monnum. Har komu nakrar støður, men HJK var eisini nær við 6-0 móti endanum.  Sum heild eitt stórt føroyskt vónbrot - hóast undirtalsstøðu. 

UEFA Conference League - 1. umfar
Seinni dysturin, hósdagin 17. juli
HJK - NSÍ 5-0 (4-0 eftir vanliga leiktíð)
 5-4 samanlagt 
19' Lucas Lingman 1-0
53' Alexander Ring 2-0
79' Santeri Hostikka 3-0
90 (+4)' Giorgos Antzoulas 4-0
93 (longd leiktíð)' Santeri Hostikka 5-0

Reytt kort: Fabian Ness (15') - beinleiðis reytt kort

Sí meira um dystin her

NSÍ (4-3-3): Kristian Joensen - Jann Benjaminsen, Daniel Obbekjær, Lars Markmanrud, Fabian Ness - Michal Przybylski, Brandur Hendriksson Olsen, Emil Weihe Joensen - Jasper van der Heyden, Klæmint Andrasson Olsen, Aron Knudsen

Hesir komu inn: Henrik Olav Holten Olsen, Hassou Diaby og Beinir Nolsøe


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 17. juli 2025

31 Leygardagur 19. juli 2025

Kvívíkar kommuna selur grundøki til bústaðarbygging í Leynum

Talan er um nýggju grundstykki, sum eru tilsamans 4.805 fermetrar, og sum verða seld undir einum

(Mynd: Kvívíkar kommuna)
SkrivaÐ:

Alda Nielsdóttir

Kvívíkar kommuna hevur sett níggju grundstykki í Leynum til sølu til bústaðarbygging.

Grundstykkini, sum eru tilsamans 4.805 fermetrar, eru í Ovara Gerði sum er bústaðarøki B í byggisamtyktini hjá kommununi, ætlað til sethús við í mesta lagi tveimum íbúðum, og – eftir serloyvi frá byggivaldinum – tvíhús, raðhús, ketuhús ella aðrar líknandi bústaðir fyri eitt húski, skrivar Kvívíkar kommuna.

Ognirnar verða seldar undir einum, og áhugaðir keyparar verða bidnir um at koma við uppskoti um, hvussu byggingin verður skipað, og nær bygging kann verða framd.

Tað er ein fyrimunur, um byggingin er fjølbroytt við ymiskum bústaðarstøddum, har atlit verður tikið til umhvørvið og góða útsýnið. Kommunan tilskilar sær rætt til at velja tað boðið, sum verður mett hóska best til tørvin og ætlanina fyri økið, skrivar kommunan.

Freistin at bjóða uppá grundstykkini er 22. september klokkan 12.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 17. juli 2025

32 Leygardagur 19. juli 2025

KÍ og Árni gjørdu tað aftur

Árni Frederiksberg sló til eftir ein tíma og legði løtu seinni upp til Páll Klettskarð. SJK gjørdist ikki heilt vandamikið, KÍ vann aftur og skal næstu vikurnar royna seg móti serbiskari mótstøðu

Árni Frederiksberg og teir høvdu yvirtakið móti Samuel Chukwudi og hinum hjá SJK í mjørkanum í Klaksvík (Mynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

Tað var stórur fagnaður í Klaksvík hóskvøldið. Eftir fyrsta evropeiska heimadystin hjá KÍ í ár er greitt, at KÍ framvegis hevur vunnið allar sínar heimadystir í 2025 - og ikki tapt nakran kappingardyst.

Talan var ein ógvuliga professionellt KÍ-avrik í mjørkanum við Djúpumýru. Teir kongabláu høvdu eina leiðslu við frá dystinum í Finnlandi og nýttu hana væl. KÍ stýrdi dystinum - við og uttan bólt.

Hyggja vit burtur frá tveimum góðum langskotum, einum kolldømdum máli og einari naskari roynd eftir innlegg var SJK ikki nær við. Verjuparturin hjá KÍ var ógvuliga stinnur - við Gaston Tellechea, Deni Pavlovic og Odmari Færø í miðverjuni. Serliga síðstnevndi spældi ein frálíkan dyst. Landsliðsspælararnir á vongbakkunum - Jóannes Kalsø Danielsen og René Shaki Joensen - góvu ikki nógv pláss til finnar, og frammanfyri tuskaðu menn sum Jákup B. Andreasen og Hallur Hansson.

Mark F. Jensen byrjaði sum vant í málinum men noyddist út í 1. hálvleiki við heilaskjálvta. Sebastian John kom inn og stóð so at siga lýtaleyst. KÍ hevur eyðsæð nógva styrki, og eftir steðgin avgjørdi liðið hjá Magnusi Powell dystin og uppgerðina.

Eftir ein tíma trillaði Jákup B. Andreasen bóltin fyri føturnar á Árna Frederiksberg, og hetta er vanliga eitt gott hugskot. Føroyski Evropa-toppskjúttin smekkaði bóltin niður í longra málhornið við vinstra beininum.

So var brekkan tung hjá Samuel Johansen Chukwudi og SJK. Føroyski miðverjin hjá finska felagnum spældi annars ein góðan dyst, men í 73. minutti kundi hann einki gera við Páll Klettskarð sum á perfektan hátt setti høvdið á gott hornasparksinnlegg hjá Árna.

2-0 og so var stórur fagnaður. Dysturin var við hesum eisini punkteraður, og KÍ fær flerii evropeisk stig, umframt pláss í 2. umfari í Conference League.

Tað er triðja árið á rað, at KÍ spælir seg víðari úr einum 1. umfari. Í 2. umfari verður tað eitt ella fleiri stig hægri, tá Radnicki bíðar. Fyrri dysturin verður í Serbia um eina viku.

UEFA Conference League - 1. umfar
Seinnu dystirnir, hósdagin 17. juli
KÍ SJK 2-0 (0-0) samanlagt 4-1
61' Árni Frederiksberg (Jákup Biskopstø Andreasen) 1-0
73' Páll Andrasson Klettskarð (Árni Frederiksberg) 2-0

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 17. juli 2025

33
Leygardagur 19. juli 2025

Stelkur og Bakur máttu bróta túrin av

Stelkur og Bakur fingu tekniskar trupulleikar á túrinum, og máttu sigla inn

Stelkur (Savnsmynd: Kiran Jóanesarson)
SkrivaÐ:

Kiran Jóanesarson

Partrolararnir vóru til fiskiskap eystanfyri, tá ið bæði skipini fingu tekniskar trupulleikar.

Partrolararnir Stelkur og Bakur vóru júst farnir til fiskiskap, eftir at skipini hava verið á Mest í Havn, men máttu bróta túrin av eftir at bæði skipini fingu tekninskar trupulleikar, sum tó einki hava við Mest at gera.

Bakur fekk tekniskar trupulleikar í lastini, og Stelkur fekk tekniskar trupulleikar við trolspælinum.

Avgjørt var tí at sigla á Runavík hóskvøldið, har trupulleikarnir skuldu umvælast.

Stelkur og Bakur fóru aftur til fiskiskap í fríggjanáttina.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 18. juli 2025

34 Leygardagur 19. juli 2025

Parkeringsóskil og pulvursløkkjari á G

Fleiri hava sett bilin keðiliga fyri, og nógv fólk ringja inn, tí tey ikki sleppa út, sigur løgreglan. Eitt mál um brot á skilhaldsreglur var eisini í sambandi við festivalin í gjár

(Mynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

Sum heild var hósdagurin á G! friðarligur, og lagið var gott í Syðrugøtu og í økinum kring har. 

Løgreglan hevði tó tvey ting niðurskrivað í sambandi við stóra festivalin.

Vatktleiðarin á løgreglustøðini í Havn segði fríggjamorgunin, at eitt mál um brot á skilhaldsreglur var. Talan var tó sum so ikki um nakað álvarsligt.

Heldur var tað ein ungur maður, sum í ovfarakæti gekk runt við einum pulvursløkkjara.

- Hann varð tømdur á millum annað bilar. Tað skal man sjálvandi ikki gera, og viðkomandi fær eina bót fyri hetta.

- Fleiri sleppa ikki avstað aftur við bilinum

Júst bilar kunnu vera ein trupulleiki í sambandi við G!, um fólk ikki hugsa seg um. Vaktleiðarin staðfestir, at tað er heldur trongligt tætt við økið, og at nógvar fráboðnir eru komnar.

Nógv hava sett bilin keðiliga fyri - fólk ringja inn til løgregluna, tí tey sleppa ikki avstað aftur. Hetta er tí, at onkur annar hevur parkerað fyri tey.

- Fyri tað um tað er ein festivalur, noyðast fólk at hugsa seg um er áheitanin av løgreglustøðini í Havn.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 18. juli 2025

35 Leygardagur 19. juli 2025

Frálík vika á Orknoyggjum: Føroyar vunnu

41 gullheiðursmerki, 31 silvurheiðursmerki og 23 bronsuheiðursmerki:. Samanlagt 95 føroysk heiðursmerki. Føroyar fóru veruliga frá Jersey á seinasta degnum og hava vunnið leikirnar fyri aðru ferð

Oyggjaleikahópurin
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

Samanlagt 95 heiðursmerki komu til høldar. Hetta sær út til at vera endaliga føroyska talið á Orknoyggjunum eftir eina frálíka viku.

[object Object]

Hetta eru 14 fleiri enn 2009, sum var metárið frammandunan.

Á Álandi endaðu Føroyar við 34 gull-, 23 silvur- og 24 bronsuheiðursmerkjum. Tað var eisini fyrstu ferð, at Føroyar vunnu oyggjaleikirnar samanlagt.

Nú, 16 ár seinni, hava føroyingar aftur gjørt tað: Hesaferð við einum uppaftur betri avriki.

Jersey var nær við í gullstríðnum, áðrenn hesin dagurin byrjaði, men  tað gjørdist sum so ikki so spennandi. Til tess vóru føroysku avrikini ov sannførandi. Ikki allar kappingarnar eru lidnar, men Jersey kann ikki fáa ellivu gull afturat.

Top-trý:

[object Object]

Skíggjamynd: orkney2025results.com/medal - har sæst eisini alt yvirlitið. Jersey fór 

Fríggjadagurin gjørdist glæsiligur við gullregni: Í liðkappingini í hálv-maraton, fimm av fimm gjørligum í badminton, fyrsta føroyska gullið í súkkling síðani 2017 (Súsanna Skylv) og fimm gull í fimleiki. Samanlagt 12 gull á seinasta degnum.

Umframt hetta eru onnur góð heiðursmerki komin í hús - millum annað í rennistafettunum

Júst fimleikurin gav heili 15 gullheiðursmerki hesa vikuna - her sæst yvirlit ítróttargrein fyri ítróttargrein

Í serliga fimleiki, frælsum ítrótti, bogaskjóting, svimjing og badminton í dag, hava føroyingar víst, at nógvir íðkarar hava stig til væl meira enn Oyggjaleikirnar.

Samanlagt eitt sterkt føroyskt avrik á einum leikum, har Føroyar vóru við í átta av tólv ítróttargreinum. Um tvey ár er tað okkara túrur at hýsa leikunum.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 18. juli 2025

36 Leygardagur 19. juli 2025

Helma á Sýnini nýggjur leiðari fyri Eldratilhaldið í Runavíkar kommunu

Hon byrjar í starvinum 1. august

 
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

Runavíkar kommuna boðar frá, at nýggjur leiðari er settur fyri Eldratilhaldið í kommuni.

Talan er Helmu á Sýnini, sum er 57 ára gomul.

Helma hevur síðani 2018 havt egna fyritøku sum fótterapeut í Saltangará. Hon hevur harumframt drúgvar royndir innan bæði privata og almenna arbeiðsmarknaðin, skrivar Runavíkar kommuna á heimasíðuni.

Helma tekur við starvinum sum leiðari fyri Eldratilhaldið 1. august 2025.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 18. juli 2025

37 Leygardagur 19. juli 2025

KÍ skal til Serbia í næstu viku

Tað verður á pappírinum eitt ella fleiri stig upp hjá KÍ í 2. umfari í Conference League. Útidysturin móti Radnicki verður hósdagin 24. juli, og serbiska felagið vitjar í Klaksvík 31. juli

 
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

KÍ prógvaði aftur hóskvøldið, at liðið er væl "gear'a" og skikkað til evropeiskar dystir.

Tað er ikki rætt at siga, at KÍ ikki fekk seg roynt í 1. umfari, men SJK setti ongantíð oddaliðið í Betrideildini undir stórt trýst í Klaksvík. Burtursæð frá fyrstu 25-30 minuttunum í 2. hálvleiki í fyrra dystinum í Finnlandi sá liðið hjá Magnusi Powell út til at hava fult tamarhald á støðuni, og tað endaði 4-1 samanlagt.

Við sigrinum á SJK Seinajoki er greitt, at KÍ í teimum næstu báðum vikunum skulu spæla móti serbiska FK Radnicki 1923.

UEFA Conference League, 2. umdan umfar

Hósdagin 24. juli: FK Radnicki 1923 - KÍ (Fyrri dysturin)
Hósdagin 31. juli: KÍ - FK Radnicki 1923 (Seinni dysturin)

Stutt so kann staðfestast, at serbiska deildin er á væl hægri stigi enn tann føroyska - eisini á hægri stigi enn til dømis tann finska.

Radnicki endaði á 5. plássi í deildini. Har er Reyða Stjørna væl sterkari enn hini.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 18. juli 2025