Lat aftur Yvirlit list articles in edition

Leygardagur 09. august 2025 | Nr. 32 | Árgangur 6 | Kr. 0,00

Víkingur vann sær góðan fyrimun móti Linfield

SíÐa 28

1 Leygardagur 09. august 2025

Góðan lesihug og góðan Summarfestival

Nýggj útgáva hvønn leygarmorgun kl. 7

Oddagrein

Spekulasjónir

Politiskar spekulasjónir eru farnar í gongd, nú ein av tinglimunum hjá Framsókn hevur boðað frá, at hann fer úr tingsessinum fyri ístaðin at gerast kommunustjóri í Vestmanna kommunu.

Kanska óvæntað tíðindi fyri summi, men tó ikki, tí viðkomandi tingmaður hevur longu boðað frá, at hann ikki stillar upp aftur fyri Framsókn til komandi løgtingsval, og tá eitt freistandi starv var leyst, ja, so er tað skiljandi, at hann søkti.

Tað kann kanska vera, at Sólvit veit meira enn fleiri okkara, og hevur kunnleika til, at samgongan neyvan megnar at halda saman í nógvar mánaðir afturat – vit vita ikki.

Orsøkin til at viðkomandi hevur sagt seg ikki stilla uppaftur, skilst, er tí at hann atkvøddi ímóti egna landsstýrismanni sínum í nógv umrødda uppskotinum um at slaka upp á galdandi føsturtøkulóggávu.

Ein dyggur smeitur fyri Framsókn, sum fór til val upp á júst málið um at geva kvinnuni rættin til sjálv at taka støðu í spurninginum um fosturtøku.

Men tá á stóð, vóru tað tvey umboð fyri flokkin, sum ikki atkvøddu fyri uppskotinum. Hin var annar av stovnarum floksins, Hanna Jensen, ið situr sum eykavald á tingi í løtuni.

Tá Sólvit Nolsøe boðaði frá at hann ikki stillar upp til komandi val, vórðu tíðindini fatað sum, at hann ikki vildi standa í vegin fyri flokki sínum at fáa fosturtøkumálið samtykt. Maðurin hevur frá fyrstan tíð, at hann meldaði seg í flokkin eftir at hava sitið sum landsstýrismaður fyri Fólkaflokkin, gjørt greitt, at hann ikki er samdur í núverandi flokki sínum um júst henda spurningin.

Spekulasjónirnar, sum nú eru frammi er, um landsstýrismaðurin møguliga fer at leggja málið framaftur, nú samgongan kanska sær møguleikan fyri at kunna telja upp í 18 í fosturtøkuspurninginum, um onkur hjálp fæst frá andstøðutinglimum.

Sigast skal, at um tað hendir, so er tað ikki í tráð við vanliga siðvenju. Tí tað plagar at vera góður siður, at tá eitt løgting hevur havnað einum uppskotið, so er ikki vanligt at leggja tað framaftur fyrr enn eitt nýtt løgting er valt.

Tí fer Bjarni Kárason Petersen neyvan at leggja sama uppskot framaftur.

Hinvegin forðar tað ikki meinigum tingfólki, sum veruliga ynskja hesa lóggávuna framda, at taka vrakaða uppskotið framaftur og leggja tað fram av nýggjum. Slíkt er vistnokk sæð fyrr.


SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

  • Blaðið

    Stovnað 2020

    Útgevari: Knassar

    Upplag: 1879

    Lisnar síður: 7633

    Dagført 10. hvørt sekund
  • Samband

    tel. 20 80 80

    [email protected]



    Ingi Samuelsen

    Redaktørur

    [email protected]

    tel. 22 22 73


  • Borgar Kristiansen

    Lýsingarráðgevi

    [email protected]

    tel. 23 66 01

2
Leygardagur 09. august 2025

Jan var millum teir størstu í sínum yrki

Sunnudagin bórust boðini um at matstovuleiðarin á donsku Michelin-matstovuni, Søllerød Kro, føroyingurin Jan Restorff var deyður, einans 57 ára gamal

Jan Restorff 1967-2025 (Mynd: Søllerød Kro)
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

Ongantíð fyrr hevur tað skapt so stórt uppmerksemi í donskum fjølmiðlum, at ein føroyingur er deyður, sum tað hevur verið eftir at deyðsboðini um Jan Restorff bórust fyri knappari viku síðani.

Sunnudagin 3. august andaðist gitni leiðarin fyri víðagitnu matstovuni Søllerød Kro, Jan Restorff, eftir at hava verið raktur av krabbameini. Jan gjørdist einans 57 ára gamal.

Hann varð føddur í Havn 6. desember 1967, sonur Johan og Esther Restorff. Pápin var stjóri á Hotel Hafnia í mong ár, so tað at taka sær væl av gestunum lá í genunum hjá Jan Restorff, sum seinastu 26 árini hevur verið matstovuleiðari í Søllerød Kro.

Hóast hann hevði titul sum leiðari – restaurantschef – so kallaði hann seg sjálvan fyri ‘uppvartara’.

Hann legði alla sína æru í at gestir hansara skuldu kenna seg vælkomnar, og hann gjørdi ikki mun á høgum og lágum. Allir hansara gestir fingu somu kærleiksfullu tænastu, hvat antin tað snúði seg um at finna fram til tað besta ella kanska dýrasta vínið úr hansara víðagitna vínkjallara á krónni, ella tað snúði seg um at skaffa einum barni á matstovuni eina Faxe Kondi sodavatn, ið segðist vera Jan’sa favorittdrykkur, tá alt kom til alt.

Alt hetta er komið fram í nógvu umrøðunum um Jan og hansara víðagitna gestablídni, sum hevur verið at lisið í donskum miðlum hesa vikuna. Umrøður, sum vísa á, at Jan var ein meistari – millum tey allarbestu, ikki bert, tá tað snúði seg um vitan innan sítt yrki, um sína tænastu og gestablídni. Men mest tað, at Jan átti evnini, til at øll kendu seg eins vælkomin hjá honum.

Ein teirra, sum í stórum orðum hevur skrivað um Jan Restorff í vikuni, er matummælarin hjá Berlingske Tidende, Søren Frank. Hann himprast ikki við at kalla ‘Mr. Søllerød Kro’ fyri ein av heimsins bestu innan sítt øki. Jan var førur fyri at hevja tænastu til list, skrivar Søren Frank.

Hann vísir á, at tað vanliga eru kokkarnir, sum verða drignir fram tá donsk matlist verður hevjað í altjóða miðlum. Men hóast Søllerød Kro hevur havt kendar og mætar kokkar í sínari tænastu, so er tað her tænastan, sum verður framhevjað, og Søren Frank vísir eisini á, at tað er Jan, sum eigur heiðurin av, at Søllerød endurvann sína Michelin stjørnu eftir at Jan Restorff tók við leiðsluni har, og síðan hevur megnað at varðveita stjørnuna.

Ein annar høgt virdur danskur matummælari, er Niels Lillelund, sum skrivar fyri Jyllands-Posten.

Hann sigur um deyða Jan Restorffs, at tað er ein missur fyri danska matstovuvinnu, sum ikki kann endurbøtast. Eins og Søren Frank vísir Lillelund á tann ovurstóra týdning, sum føroyingurin hevði fyri Søllerød Kro, tí hagar komu gestir við tí eina endamáli, at lata seg uppvarta av Jan Restorff.

Og tí er tað ikki nøkur tilvild, at matguide’in White Guide fyri nøkrum árum síðani valdi at broyta navnið á heiðurslønini fyri ársins bestu tænastu til “Ársins Jan Restorff”.

Jan Restorff hevur verið virkin í hotell- og matstovuvinnuni í Danmark síðan 1986, tá hann fór í læru sum reseptiónsnæmingur. Seinni lærdi hann til tænari, og hann hevur verið matstovuleiðari/sommelier á SAS Royal CHP, Glostrup Park Hotel og Restaurant La Cocotte innan hann byrjaði á Søllerød Kro í 1999.

Hetta sama árið, í 1999 giftist hann við Kira D. Restorff, og saman fingu tey børnini Freia og Tór. Frammanundan átti Kira sonin Theis, sum Jan tók til sín sum sín egna.

Fyri einum góðum ári síðani fekk Jan staðfest krabbamein, og hevur ikki rættiliga kunnað røkt starvið á krónni. Nú hevur sonurin Tórur Restorff tikið yvir starvið sum matstovuleiðari á Søllerød Kro.

Dóttirin Freia boðar á Facebook frá, at kórseting verður frá Godthåbkirken á Frederiksberg hósdagin 14. august klokkan 11 lokala tíð.

 

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 09. august 2025

3 Leygardagur 09. august 2025

Sólvit Nolsø nýggjur kommunustjóri í Vestmanna kommunu

Hann byrjar í starvinum 25. august, og gevst í løgtinginum

(Mynd: Vestmanna kommuna)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Bygdarráðið í Vestmanna hevur valt at seta Sólvit E. Nolsø í starv sum kommunustjóra í Vestmanna kommunu.

Seks umsøkjarar vóru til starvið.

Sólvit E. Nolsø er tingmaður fyri Framsókn, og hann gevst í løgtinginum, tá hann byrjar í nýggja starvinum í Vestmanna tann 25. august.

Sólvit E. Nolsø er 39 ára gamal, er úr Dali, men býr í Havn saman við konu og børnum. Hann er útbúgvin MA í politikki og MA í evropeiskum viðurskiftum og hevur júst lokið diplomútbúgving í leiðslu. Sólvit E. Nolsø hevur royndir sum tíðindafólk, hevur verið landsstýrismaður við almannamálum og er í løtuni løgtingslimur.

Kommunustjórin hevur ein tvíbýttan leiklut sum fremsti ráðgevi hjá borgarstjóranum og bygdarráðnum, og er eisini umsitingar- og starvsfólkaleiðari. Í Vestmanna kommunu starvast umleið 100 fólk.

Árni Dam tekur við sum tingmaður fyri Framsókn, tá Sólvit Nolsøe gevst.

[object Object]Sólvit E. Nolsø fekk 249 atkvøður á løgtingsvalinum í 2022 og tryggjaði Framsókn triðja tingsessin (Mynd: Jens Kr. Vang)


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 04. august 2025

4 Leygardagur 09. august 2025

Fyrra hálvár hilnaðist væl hjá Føroya Banka

Føroya Banki hevur kunngjørt roknskapin hjá samtakinum fyri fyrra hálvár, ið royndist væl á øllum virkisøkjum. Avlopið var 154 milliónir krónur eftir skatt, sum er betri enn upprunaliga væntað og merkt av stakinntøkum

(Savnsmynd)
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

– Gongdin í fyrra hálvári var góð, og nógv virksemi var á bæði føroyska og grønlendska marknaðinum. Tað sást millum annað aftur í samanlagt hækkandi útlánum og realkredittlánum til vinnukundar og privatkundar í báðum londum. Fíggjarstøðan hjá húsarhaldum og fyritøkum er sum heild góð, og í fyrra hálvári vóru fáar umbønir um gjaldsskáar, og vit staðfestu fá trot og tap. Rentustøðið er lækkað munandi hetta seinasta árið, og tað lættir um hjá kundum, ið hava lán í bankanum, sigur Turið F. Arge, forstjóri í Føroya Banka.

Dótturfeløgini stóðu seg væl
Góða hálvársúrslitið hjá samtakinum er í stóran mun merkt av stakinntøkum og góðu gongdini hjá dótturfeløgunum. Stakinntøkurnar stava frá sølu av einum bygningi og frá feløgum, ið bankin hevur ognarlut í. Trygd hevði eitt sera gott hálvársúrslit, og ársins fyrstu seks mánaðir hjá Skyn hilnaðust eisini betur enn væntað.

Eftirspurningurin eftir bústøðum er framvegis stórur, og í fyrra hálvári vóru umleið 250 ognir alment til sølu samanborið við umleið 215 ognir sama tíðarskeið í fjør. Hóast útboðið er hækkað, er tað framvegis lágt í mun til eftirspurningin, og í nógvum førum verða ognirnar seldar eftir stuttari tíð.

Framvegis góð innlánsrenta
Innlánini hjá bankanum hækkaðu við 13 prosentum samanborið við sama tíðarskeið í fjør.

– Hóast rentan er lækkað so líðandi hetta seinasta árið, bjóða vit framvegis eina lutfalsliga góða rentu á okkara samansparingarkontum og hárentukontum. Vøksturin í innlánum vísir, at kundarnir velja at gagnnýta henda møguleika, og samstundis er nú lættari enn nakrantíð at spara saman, tí nú ber til at stovna egnar kontur beinleiðis í netbankanum, sigur Turið F. Arge.

Bankin hevur hetta seinasta árið eisini sæð ein vaksandi áhuga fyri at seta pening í íløgur, so hvørt sum innlánsrentan er lækkað.

Bankin metir útlitini fyri restina av árinum vera góð og væntar, at ársúrslitið verður millum 235 og 265 mió. kr. Væntanirnar eru tó, sum altíð, knýttar at óvissu, har nú serliga geopolitiskt órógv, møguligt handilskríggj og rentugongdin kunnu fáa ávirkan á gongdina í øðrum hálvári.

Roknskapurin í stuttum
• Úrslitið fyri skatt var 190 mió. kr.
• Rakstrarúrslitið fyri niðurskrivingar var 142 mió. kr.
• Útlánini vóru 9,7 mia. kr.
• Realkredittlánini vóru 2,9 mia. kr.
• Innlánini vóru 10,4 mia. kr.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 05. august 2025

5

Størv

Ert tú Føroya fyrsta Brekumboð?

Meira Umsóknarfreist: 20. august 2025

Kliniskur sjúkrarøktarfrøðingur til Eysturoyar røktar- & ellisheim - farloyvisstarv

Meira Umsóknarfreist: 21. august 2025

PostDoc position in physical oceanography

Meira Umsóknarfreist: 15. august 2025

Greinari til Føroya Banka

Meira Umsóknarfreist: 12. august 2025

Húsasmiður

Meira Umsóknarfreist: 13. august 2025

Ráðgevi til Vinnuhúsið

Meira Umsóknarfreist: 11. august 2025

Heimasíðumennari

Meira Umsóknarfreist:

Heilsutrygd søkir skrivstovu- og móttøkufólk

Meira Umsóknarfreist: 20. august 2025

Skipskokkur til M/S Martin

Meira Umsóknarfreist: 24. august 2025

Føroya Politi søkir eftir fyrisitingarstjóra

Meira Umsóknarfreist: 14. september 2025

Søkt verður eftir køksseljara

Meira Umsóknarfreist: 13. august 2025

Fyrisitingarstjóri til Almannaverkið

Meira Umsóknarfreist: 21. august 2025
6 Leygardagur 09. august 2025

Umvælingin av Shefa-2 kaðalinum liðug

Kaðalin varð settur aftur í rakstur mikukvøldið

 
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Umvælingin av skaðanum á SHEFA-2 kaðalinum millum Orknoyggjar og Skotland er nú liðug, og kaðalin varð settur aftur í rakstur mikukvøldið.

Hesum boðar Net frá.

Brek kom á kaðalin leygarmorgunin 26. juli, tætt við Orknoyggjar. Umvælingin tók eitt sindur longri tíð enn upprunaliga mett, millum annað vegna vánaligt veður í økinum fyrr í vikuni.

Nú er hetta so komið aftur í rættlag, sigur Net.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 06. august 2025

7 Leygardagur 09. august 2025

Lótu grindina fara

Tað vóru ov fáir bátar og ov lítið av fólki tá ein grind varð funnin á Miðvági. Tí varð avgerð tikin um at reka grindina út aftur

(Mynd: Jn.fo)
SkrivaÐ:

Alda Nielsdóttir

Ein lítil grind varð hósmorgunin funnin á Miðvági, men hon varð ikki hildin til.

Grindin varð funnin nakað fyri klokkan átta um morgunin. Men tað vóru ov fáir bátar og ov lítið av fólki á sandinum til at kunna halda grindini til. Tí varð avgerð tikin um at reka grindina útavtur.

Myndir av grindini síggjast á Jn.fo her.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 07. august 2025

8 Leygardagur 09. august 2025

Kappingareftirlitið góðkent yvirtøkuna av Pomek

Yvirtøkan hjá KJ Hydraulik av Pomek fer ikki at avmarka virknu kappingina, metir Kappingareftirlitið

(Savnsmynd)
SkrivaÐ:

Alda Nielsdóttir

Kappingareftirlitið hevur góðkent yvirtøkuna hjá Pf. KJ Hydraulik av Spf. Pomek.

Tað var 5. mai, at Kappingareftirlitið fekk fráboðan um, at KJ Hydraulik hevði í umbúna at yvirtaka Pomek, og mánadagin boðaði Kappingareftirlitið frá, at yvirtøkan var góðkend.

Partarnir hava avtalað, at KJ Hydraulik yvirtekur partapeningin í Pomek, sum er 125.000 krónur.

KJ Hydraulik er millum fremstu fyritøkur í Føroyum innan hydraulikk og maskinútgerð, við høvuðsskrivstovu á Kambsdali og deildum í Tórshavn, við Ljósá og Fuglafirði. Fyritøkan er ein týðandi veitari í føroyska vinnulívinum, ið serliga hevur lagt seg eftir at vera veitari hjá fiskivinnuni, alivinnuni, flutningsvinnuni og byggivinnuni. KJ Hydraulik er virkið bæði á heimamarknaðinum og á útlendskum marknaðum.

Spf. Pomek er mekaniskur verkstaður staðsettur í Klaksvík. Fyritøkan arbeiðir við hydraulikki, pneumatikki og framleiðslu av ymiskum konstruktiónum úr bæði stáli og aluminium. Pomek hevur eisini serkunnleika innan viðlíkahald og umvæling av skipum og bátum, og arbeiðir bæði á landi og umborð. Ein nýggj og framkomin beding er tikin í nýtslu, sum ger tað møguligt at arbeiða alt árið.

Marknaðarpartarnir á hesum báðum marknaðum er undir 25 prosent, og gevur hetta í sær sjálvum eina ábending um, at yvirtøkan hjá KJ Hydraulik av Pomek fer ikki at avmarka virknu kappingina, skrivar Kappingareftirlitið.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 05. august 2025

9 Leygardagur 09. august 2025

Í heyst skulu apotekini eisini koppseta

Ein nýggj kunngerð um ókeypis koppseting er send til hoyringar. Sambært kunngerðini, sum eftir ætlan kemur í gildi í heyst, skulu apotekini eisini sleppa at koppseta móti influensu og koronu

(Savnsmynd)
SkrivaÐ:

Alda Nielsdóttir

Heilsumálaráðið hevur sent eina nýggja kunngerð um ókeypis koppseting til hoyringar. Ummælisfreistin er 31. august.

Kunngerðin snýr seg um ókeypis koppseting móti einari røð av smittandi sjúkum.

Ein stór broyting við hesum uppskotinum er, at apotekini í heyst skulu kunna bjóða koppseting móti influensu og koronu.

Fólk kunnu framvegis koppseta seg hjá egnum kommunulækna, men við broytingini fáa fólk betri møguleika at koppseta seg móti hesum sjúkum, sigur Heilsumálaráðið.

Í kunngerðini er ásett, hvørjir persónsbólkar fáa tilboð um ókeypis koppseting ímóti ymsu sløgunum av smittandi sjúkum. Somuleiðis verður ásett, nær ymsu tilboðini um ókeypis koppsetingar verða veitt, og hvør kann koppseta. Koppsetingarnar verða framdar samsvarandi vegleiðingum frá heilsumyndugleika.

Sambært kunngerðini, sum eftir ætlan kemur í gildi 1. oktober, kann Apoteksverkið gera avtalu við ella seta í starv heilsustarvsfólk at koppseta fólk móti influensu og koronu.

Umframt hetta verður tilboðið til barnakonur um koppseting ímóti kikhosta víðkað til at fevna um allar barnakonur í staðin fyri barnakonur frá 24. barnsburðarviku.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 02. august 2025

10
Leygardagur 09. august 2025

Dettifoss bar við land á Molanum

Eingin stórvegis skaði, tá 178 metrar langa bingjuskipið bar við Molan í Havn

(Mynd: Jn.fo)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Bingjuskipið Dettifoss hjá Faroe Ship bar seinnapartin fríggjadagin við land. Hetta var tá skipið skuldi leggja við bryggju í Havn.

Á myndum sær út til at skipið bar við Molan.

Við dimma.fo segði Bogi P. Nielsen, stjóri í Faroe Ship, í gjár, at eingin stórvegis skaði hendi. Í ringasta føri er eitt merki komið á Molan, sum hann tekur til.

Dettifoss er 178 metrar langt og 31 metrar breitt og lastar 2.150 TEU.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 08. august 2025

11
Leygardagur 09. august 2025

Hevur gingið væl - hóast nógvar avmarkingar

- Tað hevur hilnast stak væl, og fiskaprísirnir hava verið góðir. Tað má eg siga, tí tá tað gongur illa, lata vit illa at, so mugu vit eisini lata væl at, tá tað gongur væl, sigur Jógvan Petersen, skipari á Fiskakletti

(Mynd: Sjómansmissiónin)
SkrivaÐ:

Føroyska Sjómansmissiónin

Smærru trolbátarnir, sum um summarið kunnu royna inn á seks fjórðingar á ávísum økjum, hava gjørt tað gott í vár og í summar. Hóast stórar avmarkingar í veiðimøguleikum, hevur væl av fiskið verið at fingið, og tað hevur havt stóran týdning fyri trolbátarnar.

Mánadagin landaðu Búgvin og Fiskaklettur á Toftum. Teir høvdu góðar 400 kassar og góðar 500 kassar. Sjómanstrúboðarin vitjaði umborð, og fekk tá eitt prát við skiparan á Fiskakletti, Jógvan Petersen. Uppá fyrispurning hvussu túrurin hevði gingið, svaraði hann: 

- Vit hava verið úti í góðar seks dagar og hava umleið 50.000 pund, sum er 25 tons. Størri helmingurin er toskur. So hava vit væl av hýsu og umleið 4 tons av tungu. Hendan túrin hava vit roynt uttan fyri 12 fjórðingar.

- Vit byrjaðu túrin norðanfyri, í “Geiranum”, sum vit vanliga rópa tað. Fiskiskapurin var smáligur, so vit fluttu vestureftir og royndu norður úr Mykinesi restina av túrinum, sigur hann.

- Hví royna tit uttanfyri, tá tit kunnu royna inn á seks fjórðingar hesa tíðina?

- Vit hava roynt nógv innanfyri, ella á Landleiðini, sum vit rópa tað. Har hevur verið væl at fingið, men er minkað nú ligið er út á summarið. Á Landleiðini skulu vit nýta rist í trolinum og ikki hava meiri enn 35 prosent av toski. Er fiskur at fáa uttanfyri, so er tað lættari at royna har, tí tá nýta vit ikki rist og har eru ikki avmarkingar í hvussu nógvan tosk vit kunnu hava, sigur Jógvan Petersen.

[object Object](Mynd: Sjómansmissiónin)

- Hvussu hevur árið hilnast higartil?

- Tað hevur hilnast stak væl, og fiskaprísirnir hava verið góðir. Tað má eg siga, tí tá tað gongur illa, lata vit illa at, so mugu vit eisini lata væl at, tá tað gongur væl. Tað hevur gingið væl í ár, og tað gekk væl í fjør eisini, sigur hann.

- Vit eru sera avmarkaðir í veiðimøguleikum, og serliga í gýtingatíðini. Tí vita vit ikki rættiliga hvussu nógvur toskur hevur verið í vár – men tað hevur verið nógvur. Vit fingu væl túr aftaná túr í okkara lítla økið norðanfyri. Hvussu nógv av toski hevur ikki verið á øllum hinum leiðunum og á góðu toskaleiðunum? sigur Jógvan.

Fýra mans eru við Fiskakletti.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 06. august 2025

12 Leygardagur 09. august 2025

Semja gjørd um sáttmála fyri Vørn

Sáttmálin er galdandi frá 1. august 2025 til 30. september 2027 og inniheldur m.a. eitt nýtt úrtíðarstig, eina nýggja viðbót til maskinmeistarar, sum hava ábyrgdina av aspirantum, og samsýning fyri serligar uppgávur

Arnfinn Bech, formaður í Maskinmeistarafelagnum, og Jan Mortensen, stjóri á lønardeildini í Fíggjarmálaráðnum (Mynd: Maskinmeistarafelagið)
SkrivaÐ:

Alda Nielsdóttir

Maskinmeistarafelagið og Fíggjarmálaráðið hava skrivað undir semju um nýggjan sáttmála fyri vaktar– og bjargingarskipini hjá Vørn.

Sáttmálin er galdandi í tvey ár og ein mánað - frá 1. august 2025 til 30. september 2027.

Sambært Maskinmeistafelagnum er talan um endurnýggjan av gamla sáttmálanum við nøkrum týðandi batum.

Eitt nú er eitt nýtt úrtíðarstig, “úrtíðarløn 3”, sett inn í grein 4 í gamla sáttmálatekstinum, soleiðis at 60 prosent verða latin aftur at tímalønini fyri arbeiði á føstum frídøgum.

Ein nýggj viðbót uppá 1.000 krónur um mánaðin er eisini ásett til maskinmeistarar, sum hava ábyrgd av aspirantum, og sum nakað heilt nýtt tryggjar semjan, at manningarnar nú eisini fáa lut í samsýningunum, sum Vørn fær fyri serligar uppgávur, ið liggja uttan fyri sjálvt virkisøkið hjá vaktar– og bjargingarskipunum.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 02. august 2025

13 Leygardagur 09. august 2025

– Verið varin í ferðsluni, nú skúlarnir byrja aftur

Skúlaárið byrjar 13. august, og í hesum sambandi skipar Ráðið fyri ferðslutrygd saman við kommunum fyri einum átaki, har heitt verður á bilførarar um at ansa eftir børnunum í ferðsluni

(Mynd: Ráðið Fyri Ferðslutrygd)
SkrivaÐ:

Alda Nielsdóttir

Aftur í ár samstarva kommunur og Ráðið fyri Ferðslutrygd um at minna bilførarar á at vísa serligt ansni, nú børnini fara í skúla aftur.

Skúlaárið byrjar 13. august, og hetta merkir, at tað aftur verða børn í ferðsluni á veg í og úr skúla. Og fyri umleið 800 børn í Føroyum, verður hetta eisini fyrstu ferð, tey fara í skúla.

– Vit skulu altíð geva teimum ábæru í ferðsluni gætur, men tá skúlarnir byrja, skulu vit vera serliga varin. Um hetta mundið kunnu vera fleiri børn, ið eru smá og óroynd í ferðsluni. Tað krevur, at ferðin verður sett niður, og at vit eru gáin, skrivar Ráðið fyri Ferðslutrygd.

Aftur í ár samstarva kommunur og Ráðið fyri Ferðslutrygd um átakið og við skúlar verða skelti hongd upp, við áheitan um at vísa ansni.

– Skelti eru tó ikki nóg mikið. Tí leggur Ráðið fyri Ferðslutrygd upp til, at foreldur fara út í ferðsluna við børnunum at venja tey. Tað krevur venjing og royndir at gera børnini til trygg vegfarandi og at læra tey, hvørjum tey skulu ansa eftir á vegunum.

– Tá barnið byrjar í skúla, er hetta ein nýggj støða, og hon krevur at barnið dugir at bera seg rætt at í ferðsluni. Barnið lærir ikki um ferðslutrygd av baksetrinum í bilinum, ella við at hyggja í eina bók. Tí verður mælt til, at foreldur fara út í ferðsluna saman við barninum. Tess meira foreldur og børn venja í ferðsluni, tess raskari verður barnið at ferðast sjálvt.

Allir næmingar í 1. flokki fáa ein súkkluhjálm og kunning og góð ráð til trygga atferð í ferðsluni. Eisini eru góð ráð og venjingar at finna á www.rff.fo. Í heyst fáa tey yngstu eisini endurskinsvest. Harumframt er ferðsla kravt undirvísingarevni í skúlanum.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 05. august 2025

14 Leygardagur 09. august 2025

Erlendur Háfoss við til OL í landafrøði í Tailandi

Erlendur, sum gongur á Glasi, hevur um mánaðarskiftið luttikið í “International Geography Olympiad”

(Mynd: Glasir.fo)
SkrivaÐ:

Alda Nielsdóttir

Erlendur Háfoss, sum gongur á Glasi í Havn, hevur um mánaðarskiftið luttikið í olympiadu í landafrøði, skrivar heimasíðan hjá Glasi.

Kappingin nevnist “International Geography Olympiad”, og er altjóða kapping fyri ung í landafrøði. Hon varð hildin 26. juli til 1. august í Bangkok í Tailandi, har ung úr øllum heiminum hittust.

Um 2.800 ung úr miðnámsskúlum í Føroyum, Grønlandi og Danmark luttóku í innleiðandi kapping fyri at sleppa við til olympiaduna. Síðan var fjórðingsfinala, hálvfinala og finala, har fýra vórðu úttikin til at umboða Kongaríkið Danmark í OL í landafrøði fyri ung – millum teirra Erlendur.

Hetta er fyrstu ferð, at føroyingur er komin so langt í hesi kappingini. Tað gjørdist tó ikki til nakað heiðursmerki hjá Erlendi, men ein stór og góð uppliving, skrivar Glasir.

Erlendur luttók eisini í fjør í altjóða landafrøðikapping, har tað eydnaðist honum at koma í finaluumfarið og at verða úttikin til EM í landafrøði fyri ung. Í ár eydnaðist at verða úttikin til bæði EM og OL.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 07. august 2025

15 Leygardagur 09. august 2025

Kunnu søkja um tøk lestrarpláss fram til 13. august

Tað er framvegis pláss eftir á fleiri útbúgvingum

(Savnsmynd)
SkrivaÐ:

Alda Nielsdóttir

Tað ber framvegis til at søkja inn á Fróðskaparsetur Føroya. Tað eru neviliga enn tøk lestrarpláss eftir á fleiri av útbúgvingunum.

Fróðskaparsetur Føroya skrivar, at tað fram til 13. august klokkan 12 ber til at søkja um tøku lestrarplássini.

Útbúgvingar við tøkum plássum eru:

Bachelorútbúgvingar
B.A. í føroyskum
B.A. í søgu
B.S.Sc. í samfelagsvísindum
B.S.Sc. í stjórnmálafrøði
B.Sc. í búskaparfrøði
B.Sc. í KT-verkfrøði
Diplom í KT-verkfrøði

Masterútbúgvingar
M.A. í føroyskum
M.A. í løgfrøði
M.A. í søgu
M.S.Sc. í samfelagsvísindum og stjórnmálafrøði
Master í leiðslu og skipan

Hjánám
Hjánám í føroyskum
Hjánám í samfelagsfrøði
Hjánám í søgu

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 08. august 2025

16 Leygardagur 09. august 2025

Embætið sum dómpróstur lýst leyst

Freistin at søkja starvið er 30. august, og nýggi dómprósturin byrjar eftir ætlan í embætinum 1. februar

Uni Næs hevur verið dómpróstur síðan februar 2010 (Savnsmynd: KVF)
SkrivaÐ:

Alda Nielsdóttir

Fólkakirkjan søkir nú eftir nýggjum dómprósti.

Í fjør varð boðað frá, at Uni Næs, sum hevur verið dómpróstur síðan februar 2010, fer frá vegna aldur 31. januar 2026, og fór embætið tí at verða lýst leyst í ár, og nú er embætið lýst leyst.

Dómprósturin er sóknarprestur í Suðurstreymoyar eystara prestagjaldi, ið harafturat er innsettur at røkja embætið sum dómpróstur.

Dómprósturin er varamaður hjá biskupi, og hevur tær staðbundnu kirkjurnar og kirkjuráðini sum málsøki.

Umsøkjarar skulu hava lokið prógv í gudfrøði og lúka krøvini, ið lóggávan annars setir fyri at gerast prestur í fólkakirkjuni í Føroyum. Umsøkjarar skulu eisini hava verið í starvi sum sóknarprestur í Føroyum í minsta lagi seks ár, skrivar Fólkakirkjan.

Freistin at søkja starvið er 30. august klokkan 12. Starvið verður ætlandi sett frá 1. februar 2026.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 05. august 2025

17 Leygardagur 09. august 2025

Anita Vibergsdóttir borgarstjóri á Tvøroyri komandi vikurnar

Borgarstjórin, Kristin Michelsen fer í feriu, og tí verður varaborgarstjórin virkandi borgarstjóri, boðar Tvøroyrar kommuna frá

Anita Vibergsdóttir verður borgarstjóri á Tvøroyri komandi tvær vikurnar (Mynd: Tvøroyrar kommuna)
SkrivaÐ:

Alda Nielsdóttir

Komandi vikurnar verður tað Anita Vibergsdóttir, varaborgarstjóri í Tvøroyrar kommunu, sum verður virkandi borgarstjóri, boðar Tvøroyrar kommuna frá.

Kristin Michelsen, borgarstjóri fer í feriu frá 5. til 18. august, og tí verður tað Anita Vibergsdóttir, sum røkir starvið sum borgarstjóri í Tvøroyrar kommunu hetta tíðarskeiðið.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 04. august 2025

18 Leygardagur 09. august 2025

Skipa fyri vinnumessu við Tjarnir

Dagarnar 3. og 4. oktober verður stórhøllin við Tjarnir karmur um nýtt forvitnisligt tiltak

(Savnsmynd: Jens Kr. Vang)
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

– Ein sokallað “vinnumessa”, har ið føroyskar fyritøkur koma saman at fagna føroyska vinnulívinum umframt vísa sínar tænastur og vørur fram. Hetta verður størsta vinnumessan, sum nakrantíð hevur verið í Føroyum, sigur Adam Andreasen, ein av fyriskiparunum, sum væntar fleiri enn 10.000 fólk á gátt.

– Vit vildu koma við einum nýggjum íkasti til føroysku vinnuna, har ið vinnufólk kunnu koma tættari at sínum kundum, leggur hann afturat.

Hetta er fyrsta vinnumessan, sum verður hildin við Tjarnir. Eina ferð áður hevur líknandi tiltak verið í høllini á Hálsi, har ið umleið 6.000 fólk vitjaðu, men tað fer ikki at kunna samanberast við stóra tiltakið, sum verður í stórhøllini við Tjarnir í oktober.

– Vinnan stendur í blóma. Føroyskar fyritøkur – stórar sum smáar – hava úr at gera. Tá ið mann hugsar um marknaðarføring, hugsar mann aloftast um talgilda marknaðarføring. Vinnumessan 2025 verður alt annað. Her koma vinnufólk andlit til andlits við hundraðtals kundar – upp á bert eitt vikuskifti, vísir Adam á.

Føroysk vinnurekandi fáa av álvara høvi at mingulera dagarnar 3. og 4. oktober. Vinnumessan verður ókeypis fyri øll vitjandi, og á skránni verður ymiskt undirhald fyri bæði vaksin og børn. Eisini verður góður matur og drekka til øll – brellbitar og fingramatur umframt døgurðarættir og annað gott.

Skráin fyri Vinnumessuna 2025 verður almannakunngjørd seinni, men fyritøkur og onnur vinnurekandi kunnu tó longu nú ogna sær ein bás og annars kunna seg nærri á heimasíðuni vinnumessan.fo.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 05. august 2025

19 Leygardagur 09. august 2025

Íslendskur michelinkokkur ger mat saman við Poul Andrias

Matstovan Paz í Havn fær fyrst í september vitjan av michelinkokki úr Reykjavík

Poul Andrias Ziska og matstova hansara, PAZ, fekk í ár tvær Michelinstjørnur (Mynd: EPA)
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Matstovan Paz í Havn verður karmur um eitt øðrvísi gastronomiskt samstarv 5. og 6. september. Hesi bæði kvøldini hevur Poul Andrias Ziska, sum fyrr í ár fekk tvær Michelinstjørnur, boðið kenda íslendska kokkinum, Gunnari Karl Gíslasyni til eitt heilt serligt samstarv.

Gunnar Karl Gíslason er høvuðskokkur á matstovuni Dill í Reykjavík, sum hevur eina Michelinstjørnu og eina grøna stjørnu. Hann verður av mongum sæddur sum fremsti undangongumaðurin í íslendsku matstovuvinnuni. Hann fekk fyrstu Michelinstjørnuna til Íslands, og hevur meira enn nakar myndað og ment nútímans íslendska matgerðarlist, sum er vill, poetisk, árstíðartengd og torir at ganga nýggjar leiðir.

[object Object]

Her eru Gunnar og Poul Andrias andliga skyldir. Sum Poul Andrias tekur til.

- Vit hava nógvar felags fatanir og vilja siga søgur við okkara lokala tilfeingi og staðbundnu matmentan - hann í Íslandi, eg her í Føroyum. Onkusvegna er hetta sum við ymsum øðrum viðurskiftum: Vit føroyingar og íslendingar hava meira at vera saman um enn tað, sum skilir okkum. Soleiðis er eisini við matmentanini. Her kunnu vit veruliga fara út í krókarnar og smábregini og spæla við líkskapir og munir. Tað er har, tað verður spennandi - og tað skulu gestirnir merkja hesi bæði kvøldini.

Saman hava teir báðir tríggjar Michelinstjørnur og eina felags frásøgugleði, sum sæst aftur í teirra matgerð. Málið við hesum serliga samstarvi er at skapa eina heilt serliga matuppliving fyri gestirnar. Saman fara teir at skapa eina matskrá, sum bara kann roynast hesi bæði kvøldini. Hon fer at fevna um fleiri av teirra signaturrættum, og eisini onkrar nýggjar rættir, sum hava røtur í tí lokala, men eisini vísa teirra serligu styrkir og gávur.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 06. august 2025

20 Leygardagur 09. august 2025

Meistarin

Ummæli av konsert í Virkinum á Sandi farna fríggjakvøld

 
SkrivaÐ:

Skrivað hevur: Johan Mortensen

Veðrið farna fríggjadag heima á Sandi var framúr gott, og tað var ein vælhugað fjøld sum í vesturskini og silvitni leitaði sær inn í Virkið. Gamla mentanarhúsið heiman á Sandi hevur fingið eitt ”make over”, dansihølið er nú stak hugnaligt, og tað ber til at keypa sær ein g&t ella ella eitt glas av víni inn við um tú leggur í.

Fólk vóru komin í Virkið at lýða á Føroya besta trubadour, sjálvan Stanley Samuelsen. Á slagið átta trein Stanley summarklæddur og væl upplagdur inn á pallin og varð fagnaður við lógvabrestum frá einum fullsettum Virki. Stanley bergtók okkum øll beinanvegin við sínum tónleiki og tulkingum.

Har komu teir allir; Tá eg verði gamal, Regn, Gorfuglurin, Um eg kundi kvøði og fleiri við teimum. Tað er stórt bragd, sum Stanley hevur gjørt, við at tulka okkara hetjur H. A. Djurhuus, Janus Djurhuus, Chr. Matras og Jóaness bónda, og gjørt teirra skaldskap ódeyðiligan og ógloymandi.

Í ein heilan tíma gleddi Stanley okkum og hansara guitarspæl var framúr, sublimt og ikki ein tóni skeivur.

Tá seinasta lagið varð spælt komu rungandi da capo brestir og Stanley kvitteraði við Yesterday.

Síðani takkaði Stanley fyri seg og bað Jesuspápan vera við okkum í salinum og vit kunnu bara siga ”Hann veri hjá tær”, og takk Stanley fyri at tú gjørdi hetta vakra kvøldið á Sandi ógloymandi.



Greinin varð fyrstu ferð løgd út 03. august 2025

21 Leygardagur 09. august 2025

Gudstænasta og konsert í gjónni

Farna sunnudag var árliga gudstænastan og konsert í gjónni við Gjógv

(Mynd: Jens Kr. Vang)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Tað er eftirhondini vorðin siður, at Vestmanna Sangkór skipar fyri gudstænastu í Gjónni við Gjógv.

Seinasta sunnudag var ársins gudstænasta hildin. Derhard Jógvanson prestur prædikaði. Hann varð skútsaður við báti inní gjónna, sum eitt minnið yvir gomlu skjúts-pliktina, sum lá á nógvum bygdum í Føroym í gomlum døgum. Hendan plikt, áðrenn motorarnir komu til landið, var at rógva lækna, jarðarmóður ella prest til grannaoynna, tá tørvur var á tí. Ofta í ivaveðri.

Eiðis Ljómfelag undir leiðslu av Odduri Magnussyni Henze spældi. Ari Hammer Joensen spældi urgu, og Tórshavnar Manskór undir leiðslu av Hera Eysturlíð og Sámali Matras Kristiansen sang. Eisini ríkaði Tóra Vestegaard løtuna við solosangi, saman við gittarleikaranum Ragnari Olsen.

Sí allar myndirnar, sum Jens Kr. Vang tók her

[object Object]

[object Object]

[object Object]


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 03. august 2025

22 Leygardagur 09. august 2025

Orgulkonsert í Hvannasunds kirkju sunnudagin

Sum partur av Summartónum fer Símun Hammer komandi sunnudag at hava eina orgulkonsert

 
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Komandi sunnudag 10. august kl. 16.30 spælir Símun Hammer eina orgulkonsert á góðar 40 minuttir í Hvannasunds kirkju.

Dentur er lagdur á áhoyraravinarligan orgultónleik, samstundis, sum okkurt av verkunum eisini er meira krevjandi og virtuost. Skift verður tí nakað millum franskan romantikk, norskan fólkatónleik av Grieg og føroysk orgulverk:

1) Eli T. á Lava: Reyði Tráðurin
2) Pauli í Sandágerði: A sound of the Faroe Islands
3) Kristian Blak: Et Barn er født (gamalt Kingo lag)
4) Improvisatión yvir: "Tad er ein stutt og stokkut løta"
5) Jens M. Mortensen: Eg skar mítt navn í grein ta hvítu
6) Edvard Grieg: Morgenstemning
7) Alexandre Guilmant (1837-1911): Satsur úr Symf. no. I

Konsertin er partur av Summartónum, har endamálið er at spæla føroyskan tónleik, so tú fært uml. 40 minuttir av væl valdum orgultónleiki.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 04. august 2025

23 Leygardagur 09. august 2025

URÐ í Listastovuni kvøld

Leygarkvøldið 9. august klokkan 20 verður høvi at uppliva eina heilt serstaka konsert í Listastovuni í Miðvági

(Mynd: Bruno Mikael Eysturstein)
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

URÐ, sum merkir “tað, sum er hent”, er ein nýskapandi tónleikabólkur við Jógvani Joensen, Trónda Bogasyni og Andrasi Tykjær Restorff.

Bólkurin tekur urðgamlar traditiónir, siðir og ritualir og leggur tað inn í ein nútíðarligan og nýskapandi ljóðheim. Tónleikurin hevur ein minimalistiskan dám, har endurtøkur og dronur mynda ein serstakan samleika – ein ljóðlig ferð millum mentanir og landsløg.

Konsertin er stuðlað av Økistónum.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 07. august 2025

24 Leygardagur 09. august 2025

Tesla skal rinda 1,5 milliardir krónur eftir ferðsluvanlukku

Eitt nevningating í Florida hevur avgørt, at Tesla hevði ábrygdina fyri eina ferðsluvanlukku í 2019

Elon Musk, stjóri í Tesla sigur, at dómurin verður kærdur (Mynd: EPA)
SkrivaÐ:

Alda Nielsdóttir

Tesla hevði ábyrgdina av einari ferðsluvanlukku við einum Tesla-bili í 2019, har ein kvinna lat lív, og ein maður varð álvarsliga løstaður.

Tað hevur eitt nevningating í amerikanska statinum Florida avgjørt.

Vanlukkan hendi, meðan bilurin koyrdi á autopilot.

Tesla skal rinda 243 milliónir dollarar - yvir 1,5 milliardir krónur - í sekt og endurgjaldi, harav eitt størri gjald til familjuna hjá kvinnuni, sum lat lív. 

Stjórin í Tesla, Elon Musk sigur, at fyritøkan fer at kæra dómin, skrivar Ritzau.

Nevningatingið vísti í avgerð sínari á, at sjálvstýrandi funkan í bilinum, ikki riggaði, og at førarin í bilinum tí ikki hevur alla ábýrgdina, hóast viðkomandi viðgekk at hava verið órógvaður av sínari fartelefon.

Nevningatingið hevur avgjørt, at Tesla hevði 33 prosent av ábyrgdini fyri vanlukkuni, og at førarin hevði skyldina fyri restini. Hann hevur áður gjørt avtalu við familjuna um eina óupplýsta upphædd.

Tesla roynir í hesum døgum at sannføra amerikanarar um, at bilar teirra trygt kunnu koyra uttan førara, og ætlanin er at seta inn sjálvkoyrandi hýruvognar í fleiri býum komandi mánaðirnar.

Amerikanskir myndugleikar hava áður kannað autopilot-funkuna í bilum hjá Tesla í sambandi við fleiri ferðsluvanlukkur, og tá varð niðurstøðan, at skipanir í yvir tvær milliónir bilum skuldu dagførast.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 02. august 2025

25 Leygardagur 09. august 2025

Adura: Nýggi orkurisin á Atlantsmótinum

Samanleggingin av Equinor og Shell á bretska landgrunninum er komin eitt týðandi stig víðari. Felagið hevur fingið navnið “Adura”. Tað kann koma at hava stóra ávirkan á framtíðar orkumøguleikar við Føroyar eisini

Búmerkið hjá nýggja og komandi orkurisanum á Atlantsmótinum og Norðsjónum.
SkrivaÐ:

Jan Müller

Tíðindi/Greining. Fyri tey í Føroyum, sum fylgja orkugongdini í grannalagnum, er vert longu nú at leggja sær í geyma eitt spildurnýtt navn, sum vit helst fara at hoyra meira og meira til í hesum árinum og árunum, sum koma.

Felagið, sum fevnir um stóran part av ognunum  hjá stóru orkufeløgunum Equinor og Shell í Bretlandi, fer at gerast leiðandi felagið í økinum eystan fyri Føroyar, nú tað fer at standa fyri stóru olju- og gasskelduni Rosebank eins og stóru Schiehallion kelduni, báðar, sum liggja tætt upp at føroyska markinum umframt hópin av leitiloyvum. 

[object Object]

Eitt sterkari orkufelag

Avgerðin at leggja mongu ognirnar tað verið serliga olju- og gassleiðir eins og leitiloyvi varð tikin m.a. eftir høgu skattahækkingarnar hjá bretsku stjórnini.

Við at leggja saman, verður tað lættari og meira lønandi hjá feløgunum at fáa lønandi virksemi í einum øki, har treytirnar gerast harðari.  Og við einum so stórum orkufelag sum Adura kunnu vit rokna við, at meiri orku fer at verða løgd í bæði útbyggingar og nýggja leiting. Og her koma eisini Føroyar inn í myndina.

[object Object]Equinor og Shell eiga flestu av leitiloyvunum eystan fyri Føroyar og koma hesi nú í hendurnar á Adura. 

Umframt at eiga fleiri av olju- og gassleiðunum eystan fyri markið, so eigur nýggja felagið eisini eina rúgvu av leitiloyvum skamt frá markinum. Størri fíggjarlig og tøknilig styrki fer uttan iva at gera, at nýggja felagið fer at gera stórar íløgur bæði í útbyggingar og leiting.

Hetta kann sum frálíður eisini hava týdning fyri royndirnar hjá Føroyum at fáa orkufeløg at seta kós móti føroyska landgrunninum eins og vísa føroyskari veitingarvinnu størri ans og áhuga.

[object Object]Her í kendu Union Street í Aberdeen fer nýggja Adura at hava høvuðssæti sítt. 

Adura = Støðuleiki og haldgóðska

Tey bæði feløgini hava drúgvar royndir í Norðsjónum, og við at leggja ognirnar saman koma tey eisini at standa nógv sterkari, tá tað ræður um at menna oljuvinnuna í Norðsjónum og eisini í økinum millum Hetland og Føroyar.

Nýggja navnið skal eisini skiljast sum ein nýggj byrjan við trúgv uppá framtíðina. Ymsar eru útleggingarnar av navninum. Ein er, at fyrsti bókstavurin A umboðar Aberdeen, har felagið fer at hava sítt høvuðssæti. Restin av navninum “dura” stavar frá orðinum “durability”, sum merkir støðuleiki og haldgóðska. Feløgini meta grannitbygda býin Aberdeen at verða eitt súmbol uppá eina grundfesta framtíð hjá nýggja felagnum.

Tað er greitt, at feløgini hava onga ætlan at rýma úr Norðsjónum, sum onnur feløg hava hótt við. Tvørturímóti trúgva tey uppá eina framhaldandi framtíð í hesum meira enn 50 ára gamla kolvetnisøkinum.

Felagið fer at halda fram við olju- og gassframleiðslu eitt nú til tess at tryggja orkutrygdina í Bretlandi. Stóri spurningurin er tó, hvønn politikk á orkuøkinum bretska stjórnin fer at stinga út í kortið í komandi tíð. 

Við til at verja orkutrygdina  

Roknað verður við, at felagið er komið heilt upp á pláss móti endanum av hesum árinum. Camilla Salthe, stjóri í Equinor í Bretlandi sigur, at  nýggja felagið er ein varði í orkuheiminum og fer at tryggja víðari virksemi í Norðsjónum. Stjórin í Shell, Simon Roddy, sigur, at við Adura verður eitt týðandi stig tikið til framtíðar orkuarbeiði í Norðsjónum. Felagið skal m.a. vera við til at veita orktrygd í Bretlandi.

Felagið fer tá at gerast størsti sjálvstøðugi framleiðarin av olju og gassi.

[object Object]Stjórarnir í Equinor, Camilla Salthe og Shell, Simon Roddy fegnast um nýggja felagið. 

[object Object]

Tað verður mett, at Adura fer at standa fyri eini dagligari framleiðslu uppá 140.000 tunnur. Equinor og Shell fara at eiga 50 prosent hvør av nýggja felagnum. Ognirnar hjá Adura fevna um Mariner, Rosebank og Buzzard leiðirnar hjá Equinor eins og orkuleiðirnar hjá Shell, Shearwater, Penguins, Gannet, Nelson, Pierce, Jackdaw, Victory, Clair og Schiehallion. Haraftrat koma fleiri leitiloyvi.

Hvat viðvíkur varandi og grønum orkuverkætlanum hjá báðum feløgum, so fara hesar framhaldandi at hoyra til ávikavist Equinor og Shell og ikki vera partur av Adura.

[object Object]Nýggja orkufelagið, Adura, sum er úrslit av samanlegging av ognum hjá Equinor og Shell, fer at eiga flestu av olju- og gasskeldunum eystan fyri Føroyar eins og leitiloyvi 

Samanleggingar nýggi “trendurin”

Samanlegging av orkufeløgunum er vorðin nýggi "trendurin" í orkuheiminum. Hetta er kortini heilt vanligt í olju- og gasssøguni, men tykist nú fossila vinnan gongur torførari tíðum á møti í sambandið við eitt nú grøna orkuskiftið at vinda uppá seg. Og her er vert at geva gætur serliga tær samanleggingar, sum nú fara fram á okkara leiðum.

Equinor og Shell er so ein tann størsta av sínum slag, men enn ein stór er hon millum feløgini Ithaca Energy og ENI. Í báðum førum er talan um feløg, sum eru virkin á Atlantsmótinum tvs. økinum millum Føroyar og Hetland. 

Hesi fýra feløgini standa í dag fyri stórum parti av framleiðsluni av olju og gassi eystan fyri Føroyar eins og flestu av leitiloyvunum og longu gjørdum fundum. Við at menna bæði fíggjarligu og tøkniligu styrkina kann roknast við, at nýggju samanløgdu feløgini fara at hava lættari við at kunna gera nýggjar íløgur í olju og gassvirksemi komandi árini.

Og her eru Føroyar í tí hepnu støðu at vera granni til fleiri av keldunum og loyvunum. Tvs. at komandi boringar fara at útvega nýggja og týðandi vitan um undirgrundina heilt upp at føroyska markinum og harvið eisini inn á føroyskt øki. Um stutta tíð fara vit at síggja Equinor bora ikki færri enn sjey brunnar á Rosebank leiðini, sum skulu gera klárt til framleiðslu í 2026.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 06. august 2025

26 Leygardagur 09. august 2025

Johan Castberg lykil til oljuframtíð í Barentshavi

Fríggjamorgunin tók norski orkuráðharrin, Terje Aasland, stóru oljukelduna Johan Castberg alment í nýtslu

Norski orkuráðharrin Terje Aasland tekur Johan Castberg oljukelduna í Barentshavinum alment í nýtslu (Mynd Equinor)
SkrivaÐ:

Jan Müller

Hetta er fyrsta stóra oljukeldan hjá Equinor, sum verður tikin í nýtslu í Barentshavinum. Keldan fer at tryggja norska framleiðslu í mong mong ár, og fer eisini at verða lykilin til tess at kunna taka í nýtslu fleiri aðrar komandi keldur í grannalagnum, sum tá kunnu binda í Johan Castberg.

- Stjórnin ætlar at menna olju- og gassvinnuna, og tá er Baretnshavið av stórum týdningi segði Terje Aasland og vísti á, at Johan Castberg er næststørsta framleiðandi keldan á norska landgrunninum. Keldan hevur stóran týdning, tá tað ræður um at byrgja upp fyri annars minkandi framleiðsluni eftir 2030.

Útbyggingin av Johan Castberg kelduni hevur longu verið við til at útvega norskum ídnaði stórar uppgávur. Norsk vinna hevur staðið fyri umleið 70 prosentum av veitingunum, og nú keldan er komin í gongd við framleiðslu, verður norski luturin 95 prosent. Eisini hevur tað stóran týdning fyri Norðurnoreg, at stórur partur av manningini umborð á framleiðsluskipinum eru harbúgvandi norðmenn.

[object Object]Tað verður eitt FPSO skip av hesum slagnum, sum Equinor skjótt fer at taka í nýtslu nærhendis Føroyum 

– Castbergkeldan er eitt gott dømi um, hvørjar positivar avleiðingar framleiðsla til havs kann hava fyri fólk á landi. Við Johan Castberg eru nú tríggjar leiðir í Barentshavinum farnar undir framleiðslu. Hetta gevur nógv verandi arbeiðspláss í økinum segði ráðharrin. 

Castberg keldan liggur 240 kilometrar norðan fyri Hammerfest, og er tann oljuleiðin, sum liggur norðast í norskum øki. Hinar leiðirnar eru Snøhvit og Goliat. Enn eitt stórt fund, Wisting er í løtuni á tekniborðinum.

[object Object]

[object Object]Oljuvinnan otar seg longur og longur norðureftir í Barentshavinum, sum fer at vera lykilin til at varðveita støðu Noregs sum størsti oljuframleiðarin í Evropa. Grundarlagið undir hesi menning er verandi og komandi undirstøðukervið í økinum. 

Roknað verður við, at Castberg keldan goymir 450 til 600 milliónir tunnur av olju og fer at framleiða í 30 ár. Hóast keldan alment varð tikin í nýtslu í dag, so hevur hon framleitt í fýra mánaðir. Tvey tangaskip um vikuna eru farin til lands við oljuni, hvør last við einum virði uppá hálva milliard krónur.

Við Castberg ber til at siga, at latið er upp fyri einum nýggjum olju- og gasslandsluti á norska landgrunninum. Ætlanin er at halda fram við leitingini í økinum komandi árini.

[object Object]

Noreg er størsti framleiðari og einasti nettoframleiðari av olju og gassi í Evropa, og fer Castberg at vera við til at varðveita støðuna hjá Noregi sum ein av høvuðsveitarunum av olju og gassi til Evropa í framtíðini. Og samtíðis undir orkutrygdini í Evropa, segði orkuráðharrin í síni upplatingarrøðu.

Umframt Equinor, sum eigur 46,3 prosent av feltinun, eiga Vår Energi 30 prosent og Petoro 23,7 prosent.  

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 08. august 2025

27 Leygardagur 09. august 2025

Byrjar spakuliga at anga av tí spanska

KÍ kundi økt til 3-0, tað var so ongantíð nær við, at tað varð 2-1. Arbeiðið skal gerast liðugt á uttanveltaðum vølli í Ungarn í komandi viku

René Shaki Joensen legði KÍ á odda 1-0 á Tórsvølli, tá vælspælarndi vinstri bakkurin var fyrstur á returbólti (Mynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

KÍ framdi aftur eitt professionelt og sterkt evropeiskt avrik - í so stóran mun at tað í løtum i 2. hálvleiki var hálvkeðiligt í summarkuldanum á Tórsvølli týskvøldið.

Eftir 25 minuttir var René Shaki Joensen fyrstur á returbólti, eftir at Páll Klettskarð hevði stútað á tværtræðið, og so var 1-0 til KÍ. Í yvirtíðini av fyrra hálvleiki bragdaði hjá Pálli, sum eisini fekk eitt mál kolldømt tíðliga í dystinum. Vælsspælandi Patrik Johannesen vann bóltin, rak og fann við innleggið væl 9'aran, sum hegnisliga setti fótin á.

[object Object]
Páll Klettskarð skorar til 2-0 (Mynd: Sverri Egholm)

Neman Grodno úr Hvítarusslandi megnaði als ikki at skapa ein líkinda málmøguleika móti eini krútsterkari og vælskipaðari KÍ-verju. Hetta var fjórði dysturin á rað - allir evropeiskir - at KÍ ikki lat mál inn.

Samstundis vildi KÍ minni og minni frameftir sum dysturin leið, men har vóru støður, har tað kundi verið 3-0.

Nógv besta møguleikan fekk Jákup Biskopstø Andreasen í yvirtíðini. Innskifti Claes Phillip Kronberg skapti hana við at vinna bóltin væl í uppspæli, síðani spæla snildan banda við Filip Brattbakk og renna móti seinasta verjuspælaranum. Royndi danin legði síðani bóltin til rættis fyri liðformannin, sum hevði tikið seinasta túrin, sum hann hevði í sær eftir enn eitt sterkt avrik á miðvøllinum. Við sínum góða vinstrabeini smekkaði Jákup tó bóltin stutt framvið stólpanum.

Hetta kunnu Jákup og teir iðra seg eitt sindur um, men annars fegnast um gott útgangsstøði eftir ein dyst við góðum stuðli frá yvir 2.000 norðoyingum á Tórsvølli. Har gjørdi serliga skarin við Bláu Bylgju aftan fyri málið um seg.

Sí samrøður eftir dystin:

Páll Klettskarð: - Eg hevði ikki viljað spælt móti okkara verju

Magnus Powell: - Vit vóru støðufastir, men heldur óskarpir við bólti

[object Object]Annar av málskjúttunum, Páll Andrasson Klettskarð, takkar trúføstu og larmandi áskoðarunum (Mynd: Sverri Egholm)

Seinni dysturin millum KÍ og Neman verður spældur á uttanveltaðum vølli í Ungarn hósdagin 14. august. Samanlagdi vinnarin fer í play-off umfari í Conference League, har spanska Rayo Vallecano bíðar. 

UEFA Europa Conference League 3. umfar - fyrri dysturin
Týsdagin 5. august á Tórsvølli
KÍ - Neman Grodno 2-0 (2-0)
26' 1-0 René Shaki Joensen 
45+1' 2-0 Páll Andrasson Klettskarð (Patrik Johannesen)

Áskoðaratal: 2.280

Stuttur samandráttur av dystinum sæst her

[object Object]

KÍ (5-4-1(3-4-3):  Sebastian John - Jóannes Kalsø Danielsen, Odmar Færø (79' Gilli Sørensen), Deni Pavlovic, Gaston Tellechea, René Shaki Joensen (68' Daniel Johansen) - Árni Frederiksberg (88' Claes Kronberg), Jákup Biskopstø Andreeasen, Hallur Hansson, Patrik Johannesen (68' Mads Boe Mikkelsen) og Páll Andrasson Klettskarð (80' Filip Brattbakk)

Sí allar myndirnar frá dystinum

[object Object]

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 05. august 2025

28 Leygardagur 09. august 2025

Víkingur vann sær góðan fyrimun móti Linfield

Tað var ikki altíð pent, men ein stórur stríðsinnsatsur og mál hjá Inga Jonhardsson gjørdist avgerandi. Víkingur vann 2-1 á Linfield og liggur harvið til play-off pláss undan dystnum í Belfast

Víkingar fegnast um 2-1 málið, sum Ingi Jonhardsson skoraði (Mynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

Tað byrjaði nærum dreymakent, men tað varð neyðugt hjá Víkingi at arbeiða gróthart í yvir 90 minuttir og verja og hugsavna fyri at vinna sær evropeiska fyrimunnin.

Longu í 3. minutti vunnu víkingar bóltin og sendu Sølva Vatnhamar avstað í høgru. Hart og gott innlegg sum Ben Hall ikki fekk vart fyri: Ístaðin beindi verjuspælarin bóltin í egið mál.

Leiðslan hjá Víkingi helt í seks minuttir. Síðani stútaði Matthew Fitzpatrick væl í málið eftir innlegg úr høgru. Málverjin hetta kvøldið, Hans Jákup Arngrímsson, kundi kanska tikið bóltin, men 21-ára gamli málverjin var annars góður í sínum evropeiska elddópi.

Síðani komu nógv innlegg og nógvar støður. Linfield hevði yvirvágina so at siga restina av 1. hálvleiki, men tað var 1-1 í steðginum.

Í 2. hálvleiki hekk tað betri saman hjá Víkingi. Føroyameistararir vardu sum heild sín brotsteig ógvuliga væl, og tíggju minuttir eftir steðgin eydnaðist Inga Arngrímssyni at senda bóltin í netið av brotsteigarmarkinum hjá Linfield. Talan var um gott skot við "kalda" høgra beinunum hjá vinstra bakkinum.

[object Object]
Mynd: Sverri Egholm

Restina av dystinum snúði tað seg mest um at renna og verja hjá Víkingi. Føroyameistarasrnir stríddust fyrimyndarliga og vunnu sær fyrimunin undan seinna dystinum, sum verðu í Belfast hóskvøldið.

Hetta var fyrstu ferð í seks royndum, at eitt føroyskt felag vinnur fyrra dystin móti Linfield. Kanska tað bragdar nú, í mun til at senda norðurírska liðið út. Í øllum førum hevur Víkingur nú skapt sær nakað spennandi - og vunnið stig - í Evropa 2025.

Sí samrøðu eftir dystin:
Sølvi Vatnhamar: Sindur av hepni, men vit søkja tað

UEFA Europa Conference League 3. umfar - fyrri dysturin
Hósdagin 7. august á Tórsvølli
Víkingur - Linfield 2-1 (1-1)
03' 1-0 Sjálvmál
09' 1-1 Matthew Fitzpatrick
56' 2-1 Ingi Jonhardsson 

[object Object]

Víkingur (4-2-3-1): Hans Jákup Arngrímsson - Ari Olsen, Atli Gregersen (L), Arnbjørn Svensson, Ingi Jonhardsson - Aron Jarnskor Ellingsgaard, Árni Nóa Atlason - Poul Kallsberg, Sølvi Vatnhamar, Ragnar Skála (66' Stefan Radosavljevic) - Jákup Johansen (66' Jørgen Nielsen)

Sí myndirnar frá dystinum

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 07. august 2025

29 Leygardagur 09. august 2025

KÍ vann stórsigur á Summarfestivalinum

B68 fekk ikki eitt bein til jørðina móti liðnum, sum framvegis er í Conference League, og hevur so nógvar streingir at spæla uppá. Tað endaði 7-0

Filip Brattbakk fegnast um 3-0 málið. Norðmaðurin var ein av teimum, sum fekk møguleikan í gjárkvøldið, og hann smekkaði bóltin í B68-netið einaferð (Mynd: Jens Kr. Vang)
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

KÍ gjørdi bart í fyrsta dystinum í 18. umfari og nærkast nú føroyameistaraheitinum uppaftur meira: Ellivu stig eru niður til NSÍ og HB.

At spæla tríggjar dagar eftir evropeiskan dyst var eingin trupulleiki fyri liðið hjá Magnus Powell. Hjá B68 var talan um eitt vánaligt avrik í góðveðrinum á Summarfestivalinum.

KÍ - B68 7-0 (4-0)
05' 1-0 Árni Frederiksberg
10' 2-0 Árni Frederiksberg (Jóannes K. Danielsen)
15' 3-0 Filip Brattbakk (Daniel Johansen)
25' 4-0 Gaston Nicolas Tellechea (Hallur Hansson)
49' 5-0 Páll A. Klettskarð (Martin Rodrigo Gonzalez)
54' 6-0 Mads Boe Mikkelsen (Daniel Johansen)
73' 7-0 Daniel Johansen (Claes P. Kronberg) 

Sí fleiri myndir her

[object Object]

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 08. august 2025

30 Leygardagur 09. august 2025

HB slapp við skrekkinum - stríðið um 2. plássið heldur fram

FC Suðuroy brendi brotsspark, og hevði aðrar góðar møguleikar. Men so kom Emil Grønn Pedersen inn og avgjørdi. NSÍ og HB eru nú aftur jøvn í stignum

HB var meira kyniskt og í 72. minutti skoraði innskifti Emil Grønn Pedersen. Norski áleyparin hevði nakrar stórar møguleikar í dystunum móti Brøndby. Nú bragdaði, og tað tryggjaði HB trý stig á einum tungum degi (Mynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

Tað er eitt sindur av muni á Brøndby Stadion við umleið 20.000 áskoaðrum og víðari luttøku í Evropa uppá spæl, og einum dysti í 17. umfari á Eiðinum í Vági ein mánadag seinnapart.

HB noyddist fýra dagar eftir harða dystin í Danmark at sanna, at FC Suðuroy eisini kann geva nógvar trupulleikar. Hetta var ein dystur, sum heimaliðið átti at fingið stig burturúr.

Eftir tjúgu minuttir gjørdi Reinis Reinholds, ið avloysti leikbannaða Bjarta Mørk, brotsspark. Lettiski málverjin gjørdi tó skaðan góðan aftur, og bjargaði royndini hjá Fríða Holm.

HB legði seg ístaðin á odda tíggju minuttir fyri steðgin. Eins og á Tórsvølli móti Brøndby, var Jákup Thomsen á blettinum.

[object Object]
Jákup Thomsen skoraði aftur fyri HB (Mynd: Sverri Egholm)

FC Suðuroy kom tó væl út til 2. hálvleik, og liðið hjá Pól Thorsteinsson vísti, at sumamrsteðgurin er nýttur væl. Tá ein tími var leiktur, javnaði liðformaðurin, Pætur Augustinussen.

HB var tó meira kyniskt, og í 72. minutti skoraði innskifti Emil Grønn Pedersen. Norski áleyparin hevði nakrar stórar møguleikar í dystunum móti Brøndby. Nú bragdaði, og tað tryggjaði HB trý stig á einum tungum degi.

Harvið eru HB og NSÍ nú aftur jøvn í stigum í stríðnum um 2.plássið, ið kann vera ógvuliga týdningarmikið. NSI vann sunnudagin á grannunum B68. Átta stig eru upp til KÍ, sum hevur spælt ein dyst færri.

Súrt hjá FC Suðuroy ið nú hevur lykladyst móti TB. 

Betrideildin 17. umfar

Ólavsøkuaftan, 28. juli
B36 - TB 0-2 (0-0)
52' 0-1 Joel Sundström (Torkil Holm)
84' 0-2 Mohamed Samba

Leygardagin 2. august
07 Vestur - Víkingur 1-2 (1-1)
11' 0-1 Ragnar Skála (Ari Olsen)
26' 1-1 Tobias Fabian Giusti (Mikkel Hyllegaard)
83' 1-2 Sjálvmál

Sunnudagin 3. august
B68 - NSÍ 1-3 (0-3)
10' 0-1 Michal Przybylski (Fabian Ness)
20' 0-2 Brandur Hendriksson Olsen
37' 0-3 Klæmint Andrasson Olsen (Jesper Van Der Heyden)
67' 1-3 Karstin Clementsen 1-3 (Jákup Vilhelmsen)

Mánadagin 4. august
FC Suðuroy - HB 1-2 (0-1)
36' 0-1 Jákup Thomsen
60' 1-1 Pætur Augustinussen (Salmundur Bech)
72' 1-2 Emil Grønn Pedersen (Ási Dam)

EB/Streymur - KÍ er fluttur til 24. september orsakað av evropeiska dystinum hesa vikuna

Støðan

KÍ 46 atig
NSÍ 38 stig
HB 38 stig
Víkingur 27 stig
B36 25 stig
EB/Streymur 22 stig
B68 18 stig
TB 10 stig
FC Suðuroy 9 stig
07 Vestur 7 stig

Komandi dystir

Í gjárkvøldið: KÍ - B68

Leygardagin 10. august kl. 15: Víkingur - B36
Leygardagin 10. august kl. 15: HB - EB/Streymur
Leygardagin 10. august kl. 15: TB - FC Suðuroy
Leygardagin 10. august kl. 17.15: NSÍ - 07 Vestur

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 04. august 2025

31 Leygardagur 09. august 2025

EB/Streymur hevur selt Dabo til Gibraltar

Lincoln Red Imps, ið sló Víking út í Champions League, hevur keypt 27-ára gamla senegalbúgvan, sum seinasta stóra árið hevur verið vandamiklasta kortið hjá EB/Streymi

- Hetta var ein sera góður møguleiki fyri meg, sum eg ynskti at taka av. Eg eri takksamur fyri, at felagið vildi ganga hesum ynskinum á møti, sigur Boubacar Dabo við heimasíðuna hjá EB/Streymi
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

EB/Streymur hevur nú mist ein ógvuliga týðandi spælara, men samstundis fingið eina "fíggjarliga innspræning", ið helst munar væl.

Farna vikuskiftið kom fráboðan um, at EB/Streymur og Lincoln Red Imps FC eru komin ásamt um, at meistararnir av Gibraltar keypa Boubacar Sidik Dabo.

- Vit í EB/Streymi eru sera hørm um at missa Dabo, sum hevur verið eyðsýndur í álopinum hjá okkum í ár. Tó vildi felagið virða ynski hjá Dabo um at sleppa at royna seg aðrastaðni, samstundis sum vit fingu eina semju við í lag við Lincoln. Í EB/Streymi leggja vit stóran dent á menningina hjá hvørjum einstøkum leikara, og vilja vit hjálpa teimum á veg í teirra yrkisleið.

Hetta sigur Niels Pauli Danielsen, sum er ítróttarstjóri í EB/Streymi, við heimasíðu felagsins.

Klaksvíkingurin er eisini venjari og spælari og kennir týdningin, sum Boubacar Dabo hevur havt.

27-ára gamli senegalbúgvin er toppskjútti hjá felagnum við átta málum samanlagt, og hevur hann verið vandamiklasti spælarin hjá EB/Streymi í eina tíð. Hetta síðani kviki vongurin kom í gongd í fjør eftir eina heldur tunga byrjan í felagnum. 

[object Object]
Boubacar Dabo kom til Føroyar fyri at spæla við B68 í 2022. Eftir tvey ár har gekk leiðin víðari til EB/Streym. Næsti støgur hjá skjóta senegalbúgvanum verður Gibraltar (Savnsmynd: Sverri Egholm)

Boubacar Sidik Dabo spældi 39 dystir í EB/Streyma blusuni, har tað bleiv til 16 mál. Nú takkar hann fyri seg á heimasíðu felagsins

- Eg eri sera glaður fyri tíðina í EB/Streymi og havi følt meg væl móttiknan frá fyrsta degi av. Hetta var ein sera góður møguleiki fyri meg, sum eg ynskti at taka av. Eg eri takksamur fyri, at felagið vildi ganga hesum ynskinum á møti og gera sítt fyri, at hettar gekk upp. Eg vil við hesum takka øllum í og kring EB/Streym fyri tíðina og eg ynski felagnum alt tað besta framyvir.

Skal spæla evropeiskar dystir

Lincoln Red Imps vann í 1. umfari í Champions League báðar dystirnar móti Víkingi. Síðani taptu meistararnir av Gibraltar greitt móti Reyðu Stjørnu úr Serbia, og eru nú í 3. umfari í Conference League.

EB/Streymur var undan seinnu hálvu á 6. plássið í Betrideildini - trý stig frá 4. plássið sum kann geva evropeiska luttøku. At Boubacar Dabo ikki verður við næstu ellivu umførini ger, at møguleikin at røkka 4. plássinum er minni nú.

Dysturin hjá EB/Streymi móti KÍ, sum skuldi vera sunnudagin, er útsettur til 24. september. Harvið byrjar liðið aftur móti HB 10. august.

Tað er ikki greitt, hvussu nógv EB/Streymur hevur fingið fyri at selja sítt størsta álopskenda vápn. Tað vil felagið ikki upplýsa.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 02. august 2025

32 Leygardagur 09. august 2025

Kaj Leo spældi sín fyrsta dyst í føroyskari kapping í nærum tólv ár

Syðrugøtumaðurin spældi ein hálvan tíma fyri Vìking í 1. deildardysti í Klaksvík í vikuni. 34-ára gamli vongurin og hárfríðkarin er fluttur aftur til Føroyar eftir nógv ár í Íslandi, og hevur vant nakað við besta liðnum hjá barndómsfelagnum

 
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

Yvir 100 dystir í fremstu mansdeildini, 15 í steypakappinini - harav tvær løgmansfinalur sum endaðu við gulli um hálsin - umframt átta evropeiskar dystir og eina víðari luttøku.

Hetta megnaði Kaj Leo í Bartalsstovu, áðrenn hann fyribils takkaði fyri seg í Sarpugerði sum 22-ára gamal. 

Steðgurin uttanlands gjørdist ellivu og eitt hálvt ár. Størsta partin uttan fyri landoddarnar hevur syðrugøtumaðurin nýtt í Íslandi. Har hevur Kaj Leo fyrst gjørt vart við seg í bestu deildini, og seinastu árini spælt í næstbestu deildini, meðan hann hevur útbúgvið seg og virkað sum hárfríðkari.

Seldur til rumensk stórfelag

Kaj Leo í Bartalsstovu fór tó í fyrstu syftu til Levanger í næstbestu norsku deildini at royna síni evni. Hetta var tíðliga í 2014. Eftir tvey ár har varð Kaj Leo keyptur.

Talan var um ein av mest merkisverdu flytingunum hjá føroyskum spælara. Rumenska stórfelagið Dinamo Bucaresti hevði fingið eyguni upp fyri kvika og snilda gøtumanninum í landsdysti millum Føroyar og Rumenia í 2015. Tað gekk skjótt fyri seg, og so slapp Kaj Leo at royna yrkislívið í rumenska høvuðsstaðnum, við øllum tí sum tað innibar.

Føroyingurin er skrásettur fyri átta ár tað hálva árið, sum hann var í Rumenia. Kaj Leo í Bartalsstovu er higartil einasti føroyingurin, sum hevur spælt felagsfótbólt har.

[object Object]
Kaj Leo í landsdystinum móti Rumenia á Tórsvølli í oktober 2015. Føroyar taptu 3-0, men vongurin við 7-talinum vísti fleiri ferðir síni kynstur

Aftur til røturnar eftir nógv ár í Íslandi

Leiðin fekk frá Bukarest til Hafnarfjørðin á sumri 2016. FH var tá besta liðið í Íslandi, og hevði Gunnar Nielsen í málinum. Skjótt fór Kaj Leo í Bartalsstovu tó víðari til Vestmannaoyggjarnar. Tað var í ÍBV, at føroyingurin hevði síni leikligu  bestu ár í Íslandi - serliga í 2018.

Valur vildi síðani hava Kaj Leo í Bartalsstovu. Liðið úr Reykjavík var tá meistari. Eftir trý ár har fór Kaj Leo til ÍA Akranes, og síðani 2023 hevur hann spælt í næstbestu íslendsku deildini.

[object Object]
Kaj Leo í Bartalsstovu í sínum 30. landsdysti í Kekkia í novemer 2022. Hann hevur ikki verið á landsliðnum síðani (Mynd: Sverri Egholm)

Mikukvøldið spældi Kaj Leo í næstbestu føroysku deildini. Hetta var fyrsti dystur hansara í føroyskum felagsfótbólti í nærum tólv ár - síðani í oktober 2023.

Syðrugøtumaðurin spældi síðsta hálva tíman í 1. deildardystinum í Klaksvík, har KÍ var omaná og vann 3-1 á Víkingi.

Kaj Leo í Bartalsstovu er fluttur aftur til heimbygdina saman við familjuna. Hann hevur vant nakrar ferðir við besta liðnum hjá barndómsfelagnum, og spurningurin er, um snildi kanturin verður at síggja aftur í Betrideildini skjótt.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 07. august 2025

33 Leygardagur 09. august 2025

Tapið í Klaksvík gjørdist seinasti dysturin hjá Radnicki-venjaranum

Feda Dudic hevur sjálvur tikið avleiðingarnar av, at liðið annað árið á rað er farið út eftir fyrstu forðing í Conference League. Sum skilst hevði atburðurin hjá serbisku áskoðarunum mótvegis spælarunum eina ávirkan á avgerðina

Spælararnir hjá serbiska Radnicki noyddust at standa skúlarætt, meðan teir hjá KÍ fegnaðust um víðari luttøkuna. Hetta helt fráfarandi venjarin lítið um (Mynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

Í 2023 varð Stanislav Cherchesov uppsagdur, áðrenn hann fór av stóra leikvøllinum í Budapest eftir 3-0 tapið fyri KÍ í 1. umfari í Champions League.

Ferencváros reyk út, og tað varð sæð sum fúl skomm fyri eitt stórfelag í Ungarn, sum møtti einum liði úr Føroyum.

[object Object]
KÍ var omaná yvir tveir dystir móti Ferencvárosi í 2023, og tað kostaði russiska venjaranum hjá ungarska stórfelagnum starvið (Mynd: Sverri Egholm)

Nú, tvey ár seinni, helt KÍ aftur málið reint í tveimum dystum móti einum liði úr einari á pappírinum væl sterkari deild. Serbiska deildin var styrkismett 18 pláss hægri enn Betrideildini undan evropeisku dystunum í summar. Hetta er fyrstu ferð, at eitt føroyskt felag sendur eitt lið úr Serbia út í Evropa.

Harvið merkist helst ein ávís skomm í Serbia, og eitt tap móti einum føroyskum felagi hevur aftur havt eitt venjaraskifti við sær.

Fór sjálvur frá eftir dystin í Føroyum - nevndin vildi hava hann at halda fram

Hesaferð er støðan heldur øðrvísi. Høvuðsvenjarin hjá serbiska Radnicki 1923 er farin úr starvi sjálvur eftir tapið í Klaksvík undanfarna hóskvøld.

Portalurin hevur verið í sambandi við persónar, sum hava góð sambond í serbiskum fótbólti.

Sum skilst vildi nevndin í Radnicki ikki, at Feda Dudic skuldi frá vegna tapið í Føroyum, men bosniski venjarin vildi ikki meira. Hann hevði annars staðið á odda síðani september 2023.

[object Object]Radnicki megnaði ikki at skora móti KÍ, og eitt mál hjá Páll Klettskarð gjørdist at enda nóg mikið (Mynd: Sverri Egholm)

Áskoðarnir høvdu eina ávirkan 

Teir beint omanfyri 60 serbisku áskoðarnir í Føroyum gjørdu eitt sindur um seg, hóast teir kki góvu føroyslu løgregluni stórvegis trupulleikar.

Innanhýsis rok var beint fyri dystin, teir markaðu okkurt í Klaksvík, og eftir seinasta bríksl fingu spælararnir hjá Radnicki av grovfíluni, tá teir komu yvir at takka fyri dystin.

[object Object]
Hedur margháttilig sjón í Føroyum: Vaksnir menn standa alment skúlarætt (Mynd: Sverri Egholm)

Teir reyðkløddu stóðu eina løtu og tóku ímóti, meðan fleiri ónøgdir mans loystu av. 

Portalurin hevur fingið upplýst, at fleiri "fjepparar" eisini vóru á gistingarhúsinum hjá spælarunum í Havn seinni um kvøldið. Har vístu teir eisini sína ónøgd.

Sum skilst hevur hesin atburðurin havt ávirkan hjá Feda Dudic.

Hetta er annað árið á rað, at Radnicki 1923 og Dudic eru úti eftir fyrstu forðing í Conference League. Í 2024 tapti Radnicki tepurt samanlagt móti Dedic úr Montenegro, tá liðið á fyrsta sinni spældi evropeiskar dystir.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 02. august 2025

34 Leygardagur 09. august 2025

Champions League: NSÍ gjørdi bart móti meistarunum úr Bulgaria

Stórur og søguligur sigur í hitanum í Skopje: NSÍ-kvinnur vunnu 4-0 í seinna dysti sínum á túrinum og enda harvið nummar trý í undanbólkinum

Tær í gulum skoraðu tvey mál fyri steðgin og tvey mál eftir steðgin í Skopje, og vunnu harvið ein flottan evropeiskan sigur (Savnsmynd: Jens Kr. Vang)
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

Sigurin í Skopje leygardagin gav ikki víðari luttøku, men talan var um ein flottan dyst frá NSÍ-kvinnunum. Hann tryggjaði felagnum og føroyskum fótbólti nøkur evropeisk stig, og NSÍ fyrsta sigurin nakrantíð í Evropa á kvinnusíðuni.

NSÍ vísti, at tær veruliga vildu hetta, og liðið hjá Allani Dybczak hevði gott tamarhald á dystinum móti NSA Sofia úr Bulgaria. 

Føroyameistararnir vóru vælskipaðar, og dugdu væl at revsa mistøk hjá mótstøðuliðnum í hitanum.

Tær í gulum skoraðu tvey mál fyri steðgin og tvey mál eftir steðgin í Skopje. Harvið 4-0 og føroyameistararnir enda nummar trý av teimum fýra liðunum í Champions League-undanbólkinum.

Serliga annað málið var gott, har unga Brá Zakariasdóttir og roynda Heidi Sevdal vístu síni kystur. Málini síggjast á leinkjuni niðanfyri - vit hava koyrt tíðarfesting á, nær málini koma.

Champions League 2025 undankapping - bólkur 3 og dystur um 3. pláss
Skopje, Norðurmakedonia - leygardagin 2. august
NSÍ - NSA Sofia 4-0 (2-0)
25' 1-0 Julia Naomi Mortensen
39' 2-0 Brá Zakariasardóttir (Heidi Sevdal)
64' 3-0 Heidi Sevdal 
83' 4-0 Dania Andrasdóttir Olsen, brotsspark

NSÍ (4-3-3): Rannvá við Streym - Sigrid Amalielsdóttir Jacobsen (58' Jonnhild Sondum), Mirjam Huneck (74' Dania Andrasdóttir Olsen), Julia Naomi Morrtensen, Natalia Olsen - Sara Samson Lamhuage, Rebekka Benbakoura (80' Naomi Hansen), Evelyn Mastropasqua - Heidi Savdal, Brá Zakariasardóttir, Helga Mikkelsen (80' Emma Knudsen)

Allur dysturin sæst her

1-0: 51.05 (Julia Naomi Mortensen skýtur vandamikið hornaspark innfyri, sum Sofia ikki ruddar burtur - nærum eitt sjálvmál)

2-0: 1.04.08 (Ógvuliga gott mál! NSÍ vinnut bóltin á egnari hálvu, senda hann niðan til Brá Zakariasardóttir, sum vendir væl framvið einum verjuspælara, og finnur Heidi Sevdal í høgru. Heidi við góðum innleggi, Brá er komin uppá pláss í brotsteignum. Ungi áleyparin kastar seg fram, stútar og so er 2-0)

3-0: 1.43.25 (Frísparksinnlegg hjá Juliu Naomi. Afur fær bulgarska verjan ikki ruddað burtur, og so er Heidi til reiðar og eirindaleys í málteignum)

4-0: 1.59.10 (Sara Samson Lamhauge lesur uppspælið hjá Sofia, vinnur bóltin, og sendir Brá avstað inn í bulgarska brotsteigin. Ein takkling kemur, og dómarin peikar á blettin. Innskifta Dania Olsen er púra trygg. 4-0)

[object Object]NSÍ-liðið fegnast í Norðurmakedonia (Mynd: NSÍ)

NSÍ skal nú venda eyguni á endaspælið í landskappingini, sum sær spennandi út.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 02. august 2025

35 Leygardagur 09. august 2025

- Stórt og mennandi fyri NSÍ at spæla í Champions League

- Í seinna dystinum eru vit neyvari og megna í alt størri mun at mynda dystin, sigur Heidi Sevdal um flotta 4-0 sigurin leygardagin

- Vit eru væl við í fyrra dystinum, skapa fleiri storar møguleikar, men neyvleikin manglar í avgerandi løtum. Í hinum endanum eru tær sera neyvar og straffa okkara mistøk alt fyri eitt, tekur Heidi Sevdal samanum tapið fyri norðurmakedonsku vertunum. Í seinna dystinum var søgan ein onnur (Savnsmynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

- Fyrst og fremst haldi eg, at tað er ein stórur heiður at sleppa at umboða NSÍ í Champions Leauge hjá kvinnum fyri fyrstu ferð nakrantíð. Hetta er nakað, sum vit hava glett okkum ómetaliga nógv til ígjøgnum árið. Vit hava vant hart og miðvíst fram imóti hesi kappingini.

Hetta sigur Heidi Sevdal, sum nú er heimkomin úr Norðurmakedonia. Har var NSÍ í seinastu viku sum føroyskt umboð í Champions League.

Tær í gulum og svørtum gjørdust greipuvinnararar í fjør. Hetta var fyrstu ferð, at NSÍ vann FM á kvinnusíðuni, og harvið gekk leiðin avstað út í Evropa á fyrsta sinni í summar. Men hvussu varð tað lagt til rættis hjá NSÍ?

- Sum lið í fyrireikingini hava vit lagt serliga stóran dent á tann fysiska og taktiska partin. Til sjálva kappingina, so var málið hjá okkum at halda fast í okkara spælistili: At leggja trýst ovarlaga á vøllinum, vera ágrýtnar í pressspælinum, umframt at tora at halda upp á bóltin, at visa dirvi og skjótt spæl i tí álopskenda, sigur Heidi Sevdal.

Eru nógv neyvari í seinna dystinum

Innleiðandi bólkarnir í Champions League hjá kvinnum eru skipaðir so, at fýra lið eru við, at tað er fyrst eru hálvfinalur, og síðani finala har vinnarin kemur víðari. NSÍ tapti hálvfinaluna 4-1. Føroyameistararnir komu tó á odda og høvdu sínar støður.

- Vit eru væl við í fyrra dystinum, skapa fleiri stórar møguleikar, men neyvleikin manglar í avgerandi løtum. Í hinum endanum eru tær sera neyvar og revsa okkara mistøk alt fyri eitt, tekur Heidi Sevdal samanum tapið fyri norðurmakedonsku vertunum.

Har var tó munur á til dystin tríggjar dagar seinni, sum NSÍ vann heili 4-0 á bulgarsku meistarunum.

- Í seinna dystinum ímóti FC NSA Sofia eru vit neyvari, og megna i alt størri mun at vinna bóltar longri frammi a vøllinum og at mynda dystin. Vit leypa á við fleiri leikarum, og eru alsamt meira vandamiklar i snarálopum. Vit enda við at vinna 4-0 og fyrsti sigurin i CL er komin í hús.

[object Object]
NSÍ-kvinnurnar fegnast í hitanum í Skopje (Mynd: NSÍ)

Heidi skoraði sjálv og legði upp í sigrinum leygardagin. Hon staðfestir til endans, at Champions League-dystirnir eru ógvuliga góð upptakt til endaspælið í landskappingini, ið helst verður spennandi.

- Hetta hevur verið ein góð, mennandi, spennandi og krevjandi kapping. Vit eru heilt vist til reiðar til endaspælið, og hava hesir báðir CL dystirnir gjørt okkum enn meira dystarklárar eftir ein longri summarsteðg.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 05. august 2025

36 Leygardagur 09. august 2025

13 mál í fýra dystum: Tóra var best í juni

Undan dystinum millum HB og KÍ í Gundadali mikukvøldið, sum klaksvíkskvinnur vunnu 1-0, bleiv Tóra Mohr úr KÍ heiðrað sum besti spælari í Betrideildini í juni mánað

Jana Kristvør Mohr og Tóra Mohr við prógvunum upp á, at tann yngra av møðgunum var besti spælari í Betrideildini hjá kvinnum í juni mánaði (Mynd: Jóhanna Thomsen)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Mikukvøldið var fyrsta umfar í ovara bólkinum í endaspælinum í Betrideildini hjá kvinnum á skránni. Í Sarpugerði vann NSÍ 1-0 á Víkingi. Einsamalla málið skoraði Brá Zakariasardóttir tá smáir tjúgu minuttir vóru spældir av seinni hálvleiki.

Í Havn hevði HB vitjan av KÍ, og har vóru tað tær kongabláu úr Klaksvík, ið drógu longra stráið. KÍ vann 1-0 við máli sum Maria Vinjardsdóttir skoraði í 12. minutti.

Men áðrenn Andras Frederiksberg floytaði dystin í Gundadali í gongd, varð Tóra Mohr úr KÍ heiðrað sum besti spælari í Betrideildini í juni mánað.

– Hetta kom eitt sindur sum eitt yvirraskilsi. Men tað gekk væl við málskjótingini í juni mánað, og eg eri ótrúliga glað fyri hendan heiðurin, sigur Tóra Mohr við heimasíðuna hjá FSF.

Tað eru venjararnir hjá liðunum í fremstu deildini, ið velja besta spælara hvønn mánað, og tá talt var saman fyri juni mánað, hevði framherjin úr KÍ fingið flestar atkvøður.

Nummar 2 í atkvøðugreiðsluni gjødist Teresa Jacobsen úr HB, og nummar 3 bleiv Sólja Ernstdóttir úr KÍ.

At juni mánaður hilnaðist væl hjá KÍ kvinnunum og Tóru Mohr persónliga, sæst eisini aftur í málskjótingini. Í seinastu fýra dystunum í grundspælinum skoraði Tóra Mohr trettan mál, og hálaði seg samstundis upp á 2. plássið á toppskjúttaralistanum við 24 málum tilsamans.

– Nú ræður um at gera arbeiðið ordiliga liðugt, og fáa hatta FM steypið aftur til Klaksvíkar, sigur Tóra Mohr.

Tað var mamma Tóru, Jana Kristvør Mohr, ið vegna Fótbóltssamband Føroya handaði dótturini eitt gávubræv upp á 1.000 krónur frá Hotel Brandan, og eina glasstandmynd, ið er latin av FSF.

Betrideildin kvinnur - FM bólkur, endaspæl:

Víkingur - NSÍ 0-1 (0-0)
63' 0-1 Brá Zakariasardóttir

HB - KÍ 0-1 (0-1)
12' 0-1 Maria Johanssen (Durita Hummeland)

Støðan:

KÍ 39 stig
NSÍ 39 stig
HB 31 stig
Víkingur 28 stig

Komandi dystir:

Sunnudagin 10. august kl. 14: NSÍ - HB

Mikudagin 13. sugust: KÍ - Víkingur


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 06. august 2025

37 Leygardagur 09. august 2025

U15: Hópurin til Baltic Cup úttikin

18 spælarar eru úttiknir til kappingina, sum verður í Riga 22. til 27. august

Jákup Mortensen, venjari hjá U15 landsliðnum við gentum (Mynd: FSF)
SkrivaÐ:

Alda Nielsdóttir

Seinni í mánaðinum stendur enn ein spennandi og mennandi uppgávu fyri framman hjá føroyska U15 fótbóltslandsliðnum við gentum.

Á skránni er Baltic Cup, sum í ár verður í Riga í Lettlandi í døgunum 22. til 27. august.

Umframt Føroyar og vertslandið, verða Estland og Litava eisini við í kappingini.

Ferðalagið fer úr Føroyum mánadagin 20. august, og verður heima aftur hósdagin 28. august.

Føroyar spæla móti Lettlandi 22. august, móti Litava 24. august, og síðani móti Estlandi 27. august, skrivar Fótbóltssamband Føroya.

Jákup Mortensen, venjari hjá U15 gentunum hevur saman við Báru Skaale Klakstein, hjálparvenjara, úttikið 18 spælarar til Baltic Cup 2025.

Hópurin
Anna Katrina í Haraldstovu, 07 Vestur
Andrea Heinadóttir, 07 Vestur
Emma Sigtórsdóttir Petersen, 07 Vestur
Poulina á Heygum, 07 Vestur
Ruth Jógvansdóttir Gardar, 07 Vestur
Hadassa Schwartson Christiansen, B36
Helena í Skorini, B36
Lív Herup Olsen, B36
Magna Holm Johannesen, B36
Rannvá Heinadóttir, B36
Súsanna Johnsdóttir, B36
Sigrun Eyð Halldórsdóttir Fossádal, FC Hoyvík
Heidi Jacobsen, KÍ
Linda Isabella Ziska, KÍ
Alisa Fagradal, Skála
Lilja Dam Jacobsen, Skála
Berit Unadóttir, TB
Eva Atladóttir, Víkingur


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 02. august 2025

38 Leygardagur 09. august 2025

Brøndby-fjepparar gjørdu skaðar fyri fjórðings millión í Reykjavík

Tað gekk ikki stillisliga fyri seg aftaná 3-0 tapið fyri íslendska Víkingi

Her koppa fjeppararnir ein vesivogn (Mynd: Viaplay)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Donsku Brøndby-fjeppararnir skaptu nógv órógv í íslendska høvuðsstaðnum hóskvøldið eftir 3-0 tapið móti Víkingi úr Reykjavík.

Sambært íslendska miðlinum Visir, hava donsku fjeppararnir gjørt skaðar fyri umleið 250.000 danskar krónur. Millum annað koppaðu teir einum vesivogni.

Frágreiðing verður send til UEFA um skaðarnar.

Dysturin varð ikki mettur sum ein sonevndur "highrisk" dystur, og tískil var løgreglan ikki serliga mannsterk til staðar.

Tveir av trygdarvørunum hjá Brøndby máttu eftir dystin fáa hjálp frá sjúkrabili, tí teir, tá teir royndu at steðga einum minni bardaga á áskoðaraplássunum, vóru raktir av piparsirmi.

Í Sportstalk hjá Viaplay Sport News verður kjakast um atburðin hjá Brøndby-fjepparunum, og har sæst eisini tá teir koppa vesivognin.

[object Object](Mynd: Sverri Egholm)

Friðardýr í Føroyum
Tá teir vóru í Føroyum gjørdu teir ikki nógv um seg. Onkur samanbar tað við eina jarðarferð, tá teir umleið 500 Brøndby áskoðararnir gingu av Skálatrøð niðan á Tórsvøll seinnapartin 24. juli.

[object Object](Mynd: Sverri Egholm)

Heldur ikki um náttina var nakað stórvegis hóvasták burturúr teimum. Tað vóru hinvegin føroyingar, sum ikki dugdu at uppføra seg og fingu bót fyri tað.

Løgregla út Brøndby-økinum var komin til Føroya fyri at tryggja, at alt gekk friðarliga fyri seg og løgreglan var sum heild sera sjónlig í býnum hendan dagin.

Les eisini: Liðið hjá Gunnari basti og eyðmýkti Brøndby


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 08. august 2025

39 Leygardagur 09. august 2025

U19 HM: Føroyar við megnaravriki móti Týsklandi

Endaði við javnleiki í 2. umfari í bólkaspælinum í HM kappingini fyri U19 menn í Egyptalandi. Rúnar Hammer sendi bóltin í týska netið til 29-28 í seinasta sekundið, men málið varð kolldømt. Eitt flottur føroyskt úrslit, men tað verður trupult at koma víðari úr bólkaspælinum

Rúnar Hammer í einum av sínum mongu nærdystunum. Nummar 87 skoraði eitt flott mál, sum hevði veirð avgerandi, men dómararnir mettu, at Rúnar hevði gjørt ov nógv fet. Hesa avgerð vóru føroyingarnir ónøgdir við (Mynd: IHF/Kolektiff/Sasa Pahic Szabo)
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

Føroysku U19-dreingirnir reistust fríggjadagin av álvara eftir tungu HM-byrjanina móti Slovenia.

Les eisini: Ongin slovensk náði

Týskland endaði á 5. plássi til EM í fjør. Sterku týskararnir vóru eisini omaná fyri steðgin, og vóru á veg avstað, men føroyingar treiskaðust. Við góðum verjuspæli, umframt ferð, frekleika og slagkraft í álopinum, komu Føroyar aftur í dystinum.

Tað var 15-13 í steðginum, men aftaná eina løtu í 2. hálvleiki var javnleikur. Herfrá fylgdust landið við yvir 80 milliónum íbúgvum og tað við undir 55.000 fólki so at siga restina av undirhaldandi dystinum.

Tað vóru nógvar góðar føroyskar atgerðir, har serliga Magnus Árason (toppskjútti og dagsins spælari), Pauli Rasmussen (fimm mál) og Rúnar Hammer (fýra mál og nógvar duellir mitt fyri) tóku stóra ábyrgd í álopinum. Millum annað var onkur føroyskur flúgvari.

[object Object]
Magnus Árason varð toppskjútti við sjey málum; vongurin úr GOG hevði átta skot (Mynd: IHF/Kolektiff/Sasa Pahic Szabo)

Dramatiskur dystarendi 

Tá tveir minuttir vóru eftir, fekk Týskland eina útvísing. Týskararnir tyktust merktir, hóast Føroyar gjørdu álopsfeil. Í næsta álopinum stjól Jákup Egholm, ið spældu ógvuliga væl sum fremsti verjuspælari í 2. hálvleiki, bóltin. Hann sendi hin vongin avstað, og Magnus Árson var tryggur: Javnleikur og ein minuttir eftir.

Føroyum vantaði sum heild bjargingar, men Ingi Johannesen traðkaði til, tá hann skuldi. Hann bjargaði fríum strikuskoti, tá lítil hálvur minuttir var eftir, og støðan var 28-28.

Harvið kundu Føroyar avgera dystin móti Týsklandi. Rúnar Hammer hevði eisini bóltin í týska netinum, men dómararnir mettu, at tað var fet. Ilt at siga útfrá upptøkunum um hetta var í lagi, men føroysku spælararnir og venjaratoymi vóru púra óskiljandi.

Ein føroyskur sigur móti týskinum hevði sett liðið í góða støðu, í mun til at koma víðari. Nú er neyðugt við risasigri móti Uruguay í dag og nógvari hjálp frá Slovenia móti Týsklandi. Dysturin móti Týsklandi átti tó at givið ungu føroyingum uppaftur størri áræði

Fleiri myndir her

U19 HM-endaspæl bólkaspæl, 2. umfar
Fríggjadagin 8. august 
Føroyar - Týskland 28-28 (13-15)

Toppskjútti og dagsins spælari: Magnus Árason (7 mál - 8 skot)

Støðan í bólkinum:
1. Slovenia 4 stig
2. Týskland 3 stig
3. Føroyar 1 stig
4. Uruguay 0 stig

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 08. august 2025

40 Leygardagur 09. august 2025

Dánjal Ragnarsson til íslendsku meistararnar

Fram vildi leiga føroyskan bakspælaran, sum harvið skal spæla bólkaspæl í European League. Ístaðin verður Nikolai Bliznov nýggjur bakspælari í Neistanum

Dánjal Ragnarsson í dysti fyri VÍF (Savnsmynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

Fyrr í summar varð kunngjørt, at Dánjal Ragnarsson skuldi aftur til Neistan, at spæla, men felagið boðaði í vikuni frá, at tann støðan nú er broytt.

- Hetta er tí, at Dánjal hevur fingið møguleikan at spæla í bestu íslendsku deildini við meistarunum og steypavinnarunum, Fram, komandi kappingarár.

Talan er harvið um eitt spennandi skifti hjá 24-ára gamla bakspælaranum. Íslendsku greipuvinnararnir vildu hava Dánjal.

Liðið vann íslendsku steypafinaluna móti Jóhannesi Bjørgvin og Stjarnuni, og finalurnar um meistaraheitið móti Allani Norðberg, Bjarna í Selvindi og Vali.

Sambært Neistanum leigar Fram Dánjal í eitt kappingarár. Liðið úr Reykjavík hevur fyrrverandi H71-venjaran, Einar Jónsson, sum venjara

- Fram skal spæla bólkaspæl í European League, og tað er ein spennandi møguleiki, sum Dánjal hevur valt at taka av.

Dánjal Ragnarsson hevur áður spælt í Íslandi - við ÍBV. Har gjørdist hann í sínum øðrum kappingarári, í 2023, meistari. Stutt seinni gekk leiðin til VÍF. Nú er hansara afturvendan til barndómsfelagið Neistan útsett, tí áhugaverdar avbjóðingar bíða í íslendska høvuðsstaðnum.

[object Object]
Dánjal Ragnarsson í dysti fyri Neistan móti VÍF (Savnsmynd: Sverri Egholm)

Samstundis sum Neistin kunnger tað, at Dánjal Ragnarsson fer, varð "hansara avloysari" kunngjørdur.

Talan er um russiska skjúttan Nikolai Bliznov, sum hevur fitt av royndum í Føroyum.

- Nikolai hevur leikt fimm kappingarár í Føroyum við ávikavist KÍF og Team Klaksvík, har hann hevur skorað yvir 400 mál. Nikolai hevur eisini spælt fleiri ár í bestu russisku deildini, har hann hevur vunnið bronsu tvær ferðir, eins og hann hevur vunnið russisku steypakappingina. Afturat hesum var hann liðskipari á russiska U19-landsliðnum.

Nikolai er 31 ára gamal, og býr í Havn saman við unnustu síni, sum spælir við Stjørnuni - Iulia Nalivko. Hann er bakspælari við hørðum skoti.

[object Object]
Mynd: Neistin

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 06. august 2025

41 Leygardagur 09. august 2025

Bredsdorff heldur fram

Landsliðsvenjarin hjá monnum hevur longt sáttmálan við tveimum árum. Harvið skal 57-ára gamli danin eisini royna at leiða Føroyar til HM 2027 og EM 2028

Higartil hevur royndi danin leitt Føroyar til søguliga EM-endaspælið í Týsklandi, har tað eisini eydnaðist at fáa stig móti Noregi, umframt til 1. plássið í undankappingini til EM 2026. Peter Bredsdorff-Larsen hevur skrivað undir nýggjan tvey-ára sáttmála (Mynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

Tað tók eina løtu at fáa uppá pláss, men í vikuni varð staðfest: Peter Bredsdorff-Larsen heldur fram sum  A-landsliðsvenjari í hondbólti hjá monnum.

Hondbóltssambandið boðar frá, at sáttmálin millum partarnar er longdur til og við januar 2028.

Hetta merkir, at Peter Bredsdorff-Larsen kemur at standa á odda fyri manslandsliðnum til tvær tær næstu undankappingarnar og møguligu endaspølini, HM í 2027 og EM í 2028.

Higartil hevur royndi danin leitt Føroyar til søguliga EM-endaspælið í Týsklandi, har tað eisini eydnaðist at fáa stig móti Noregi, umframt til 1. plássið í undankappingini til EM 2026.

[object Object]
Bredsdorff í Berlin í januar 2024 har Føroyar bjóðaðu Slovenia og Polandi av - og vunnu sær søguligt stig móti Noregi. Í Oslo í 2026 er málsetningurin hægri enn at fáa stig (Mynd: Sverri Egholm)

Tað hevur verið ein týðilig menning hesi fýra árini ella so, sasmrundis sum fleiri og fleiri spælarar eru farnir at spæla á hægri stigi uttanlands.

- Menningin og úrslitini hjá A-landsliðnum hjá monnum undir leiðsluni hjá Peter tala fyri seg (...) Tjóðin hevur veruliga savnað seg um landsliðið. Tað sæst til okkara heimadystir og stóra áhugan fyri EM í Oslo, og eigur Peter eisini sín stóra lut í góðu gongdini, sigur Gunn Ellefsen, starvsnevndarforkvinna í HSF.

[object Object]
Spælarar og fjepparar fagna Peter Bredsdorff-Larsen við Tjarnir eftir at 1. plássið í EM-undankappingarbólkinum kom uppá pláss í mai (Mynd: Sverri Egholm)

Peter Bredsdorff-Larsen tók við venjarastarvinum í 2021, og fyrstu dystirnir vóru í HM-undankappingini í 2022. Føroyar hava ikki tapt í nærum trý ár á heimavølli, og vunnu fyrr í ár sínari fyrstu útisigrar í undankappingardystum.

Størsta vónbrotið í tíðini hjá nú 57-ára gamla høvuðsvenjaranum var tapið fyri Norðurmakedonia í HM play-off í fjør. Næsta vár er málið hjá Bredsdorff og liðnum, at royna at vinna Føroyar til HM fyri fyrstu ferð á A-landsliðsstigi hjá monnum.

Tað kemur aftaná Golden League og EM í Noreg, har tað aftur er stórur spenningur. Nú snýr tað seg ikki "bara" at vera við. So mikið gott er manslandsliðið vorið seinastu árini.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 07. august 2025

42 Leygardagur 09. august 2025

HM: Svimjararnir endaðu væl í Singapore

Stafettin náddi málinum, og Lea Osberg Højsted svam eina av sínum bestu tíðum í 50 metra bringu

Føroyska liðið við Rúna Gaardbo, venjara, og Barbaru Debes, liðleiðara, við kappingarhylin í Singapore (Mynd: Svimjisamband Føroya)
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

Fýra føroyskir svimjarar fóru beinleiðis av oyggjaleikunum á Orknoyggjunum til landsynningspartin av Asia.

Talan er um Bjartu í Lágabø, Leu Osberg Højsted, Líggjas Joensen og Isak Brisenfeldt, sum seinastu vikuna hava kappast í HM í Singapore.

Tey fyrireikaðu seg í eina viku á staðnum. Í hylinum hava Líggjas og Isak svomið seg undir kravið til stig 2 í úrvalsskipanini hjá ÍSF.

Hetta var í einstaklingakappingunum. Tað eydnast eisini at koma í topp-32, sum úrvalskravið er, í báðum stafettunum (4x100 metra frí og 4x100 metra blandað). 

Tíðliga leygarmorgunin svumu Føroyar seg á 27. pláss í 4x 100 metra frí mix við flottu tíðini 3:48.88.

[object Object]
Lea Osberg Højsted

Stutt undan hevði Lea Højsted verið í hylinum og svomið 33.38 í 50 metra bringu. Hetta er triðbesta tíðin hjá Leu, sum sjálv eigur føroyska metið á teininum: 33.11.

Leygardagin var seinasti kappingardagur hjá føroyingunum, sum eftir eitt langt summar, og ár, nú hava eitt sindur av frí.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 03. august 2025

43 Leygardagur 09. august 2025

Nýtt samstarv við tennisvenjaran Adam Zatrybowski

Tennissamband Føroya og Havnar Tennisfelag eru farin undir eitt samstarv við polska tennisvenjaran Adam Zatrybowski

Adam Zatrybowski saman við forkvinnuni í Havnar Tennisfelag, Rúnu Seyer Eliassen
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Tennissamband Føroya og Havnar Tennisfelag eru farin undir eitt samstarv við polska tennisvenjaran Adam Zatrybowski, sum í summar er ein virkin partur av menningararbeiðinum í TSF og samstundis skipar fyri venjingum til børn og vaksin í HTF.

Adam hevur drúgvar royndir sum venjari, og er kendur fyri sítt engagerandi og motiverandi arbeiði við leikarum á øllum stigum.

Eisini er møguleiki hjá royndum eins og óroyndum leikarum, sum kundu hugsað sær einstaklingamenning, at bíleggja tennistímar hjá Adam.

Samstarvið er ein týðandi partur av málinum hjá Tennissambandinum at styrkja bæði breiddina og talentmenningina - og skapa enn betri umstøður fyri bæði nýggjar og royndar tennisleikarar í Føroyum.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 04. august 2025

44 Leygardagur 09. august 2025

Innandura golf letur upp síðst í august

Nýtt golfupplivilsi í Føroyum í øllum veðri

(Mynd: Simgolf.fo)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Í næstum verður møguliga at spæla innandura golf í Føroyum.

Talan er um ein golfsimulator, og til ber at spæla á omanfyri 300 veruligum golfvøllum úr øllum heiminum.

Tað er í hølum í Akranesgøtu 5, at hesir Trackman-simulatorarnir verða settir upp. Hetta er nýggjasta tøknin, og tað hóskar bæði til byrjarar og royndar leikarar.

[object Object](Mynd: Google Maps)

Stigtakarar eru Sebastian Lau Nielsen, Ingi Solberg Joensen, Hjalti Hvítklett, Jákup á Borg, Fríði Jákupsson á Borg og Rúni Djurhuus.

Sebastian Lau Nielsen er stjóri í felagnum.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 05. august 2025