

Leygardagur 20. september 2025 | Nr. 38 | Árgangur 6 | Kr. 0,00
SíÐa 3
SíÐa 29
SíÐa 21
SíÐa 40
SíÐa 39
SíÐa 53
Nýggj útgáva hvønn leygarmorgun kl. 7
Mangt er undarligt, og nakað av tí mest undarliga, ið er farið fram hesa seinastu vikuna, er ‘happingin’ móti eini grikskari ferju, sum er komin higar til lands at røkja suðuroyarsiglingina meðan Smyril er burturstaddur til klassingar.
Lat tað vera sagt beinanvegin:
Tað eru nú akkurát 20 ár síðan, í næsta mánaði, at Smyril, spildur nýggjur frá spanskari skipasmiðju, varð settur í siglingina millum Havnina og Suðuroy.
Við jøvnum millumbilum hesi árini, hevur Smyril verið tikin úr rutuni til tess at fara uttanlands til eftirlits. Hetta er neyðugt, tí sjálvandi skal ferðasambandið vera so trygt sum møguligt, og skipið lúka øll trygdarkrøv.
Men hvørja einastu ferð hevur tað verið ein stór avbjóðing at finna eitt skip at røkja siglingina meðan Smyril er burtur. Og eisini eitt stórt problem, tí onki av avloysaraskipunum hevur verið nóg gott, sambært teimum ferðandi.
Sjálvandi – tí Smyril er bygdur til júst hesa farleiðina, og er tí einasta skip av sínum slag í verðini.
Men tað er sum um at onki, sum Strandferðslan roynir at koma við ístaðin, er nóg gott fyri tey ferðandi.
Fyrst var tað eitt skordýr, sum hevði yvirlivað ferðina úr Grikkalandi, sum varð gjørt til tað heilt stóru skandaluna.
Nú er tað so hekkuportrið, sum onkur sigur stóð á gloppi, meðan ábyrgdarfólkini siga, at tað ikki kann passa.
Og so verður nú nýggja ferðaseðla- og bíleggingarskipanin, sum loksins kom at virka, nú eisini gjørd til stóru avbjóðingina.
Ein kakkelakk frá ella til, yvirliva vit. Og avbjóðingin við ferðaseðlaskipanini nýtist ikki at loysast akkurát nú.
Men myndin, sum Kringvarpið vísti av hekkuportrinum í vikuni, er ein stórur trupulleiki – serliga um tey, ið hava ábyrgdina av skipi og ferðafólkum, ikki taka myndina í álvara.
Og av tí at tey ikki taka myndina í álvara, so fara vit at ivast í, um myndin er verulig, og hví hon verður brúkt til at skapa øsing.
Vit mugu tí fáa at vita, hvør hevur tikið myndina og nær. Tað er ikki nóg mikið at siga, at “sokallaðar metadátur vísa”, at myndin varð tikin meðan Galaxy var staddur nærhendis Lítlu Dímun. Tí tað er ikki haldbært prógv – slíkar dátur kunnu manipulerast, mest sannlíkt.
Nei, vit mugu hava at vita hvør tað er, ið hevur tikið myndina. Hvat viðkomandi gjørdi á biladekkinum á Galaxy meðan skipið “varð statt nærhendis Lítlu Dímun”, og eisini hví viðkomandi ikki vil standa fram.
Um ikki, so kunnu vit kunnu ikki annað enn gita, at viðkomandi er partur av manningini, sum ikki torir at leggja navn til, av ótta fyri... – ja, hvørjum?
Vit hava eina skipan – eina varskógvaraskipan – sum kann brúkast av alment settum starvsfólkum í sambandi við fráboðanir um óreglusemi og ólógliga fyrisiting. Vælsignaði tú, ið eigur myndina, brúka hesa skipan. Tað er Landsgrannskoðanin, sum umsitur.
- Hetta gera vit, tí at vit ynskja at seta trygdina hjá børnum, ungum, venjarum og foreldrum fremst, sigur nevndin
Nevndin í Vágs Bóltfelag hevur tikið avgerð um, at eingi barna- og ungdómslið hjá VB fara av oynni til kappingar ella tiltøk, meðan Galaxy røkir suðuroyarsiglingina.
Hetta er vegna hendingina 1. september, tá hekkuportrið skal hava verið eitt sindur opið meðan siglt var. Kringvarpið kundi í vikuni avdúka eina mynd, sum greitt vísti, at Galaxy hevur siglt til Suðuroyar, hóast at hekkuportrið ikki var heilt afturlatið og skalkað.
- Vegna hendingina 1. september, myndir, útsagnir og handfaringina av hesum álvarsliga máli og teir trygdarspurningar, sum hetta hevur við sær, hava vit avgjørt, at einki barna- og ungdómslið hjá VB fara av oynni til kappingar ella tiltøk, meðan Galaxy siglir, skrivar VB í fráboðan til leikarar, foreldur og limir í felagnum.
- Hetta gera vit tí, at vit vilja seta trygdina hjá børum, ungum, venjarum og foreldrum fremst.
- Vit vóna, at tit øll skilja hesa avgerðina og standa saman við okkum um at seta trygdina hjá okkara børnum og ungdómi fyrst.
Og tað verður ikki í bræði, at ungdómur hjá VB fer av oynni at spæla kappingar. Galaxy byrjaði at loysa av fyri Smyril á Suðuroyarleiðini 23. august, og skal loysa av í einar 8-10 vikur.
Eisini hitt stóra ítróttafelagið í Vágið, fótbóltsfelagið FC Suðuroy, sent út líknandi fráboðan.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 17. september 2025
Farna fríggjadag var hátíðarløta í sambandi við 60 ára stovningardag Fróðskaparseturs Føroya
Fríggjadagin 12. september var stórt hátíðarhald á Fróðskaparsetri Føroya, sum í ár er 60 ára gamalt. Og eisini vórðu tveir heiðursdoktarar útnevndir.
Merkini vóru vundin á stong uttan fyri Sjóvinnuhúsið á Vestaru Bryggju, tá stórt alment hátíðarhald var fríggjadagin í Kongshøll á Fróðskaparsetri Føroya í sambandi við 60-ára stovningardagin hjá føroyska universitetinum.
Á skránni vóru røður, útnevningar av heiðursdoktarum, klassiskur tónleikur og framløgur.
Tey, ið vórðu útnevnd heiðurstoktarar vóru Ulrike Steuerwald, barnalækna, og Guðni Þorlacius Jóhannesson, søgufrøðingur og fyrrverandi forseti Íslands.
Ulrike Steuerwald, heiðursdoktari
Í grundgevingini fyri at útnevna Ulriku Steuerwald varð m.a. sagt, at hon í sínum granskingarvirksemi hevur kannað túsundtals føroysk børn, og ein megintáttur hennara hevur verið at greina menningarstigið av miðnervalagnum hjá teimum so neyvt, at tað kann brúkast til vísindaligar niðurstøður. Hetta hevur hon gjørt við merkisverdum nærlagni og toli. Ulrike hevur verið sera væl lýdd, og foreldur eru komin til kanningar við børnum sínum mangan bara við tí fyri eyga, at fáa júst hana at kanna tey. Ómetaliga orku og tíð hevur hon brúkt til at ráðgeva familjum við torskildum og ofta viðføddum sjúkum. Nakrar arvaligar sjúkur eru rárar úti í heimi, men vanligar hjá okkum, og fleiri slíkar hevur Ulrike lagt undir sín lupp við ovurhonds stórum virkisfýsni.
Guðni Thorlacius Jóhannesson, heiðursdoktari
Og um Guðna Jóhannesson varð m.a. sagt, at hann á starvsleið síni hevur sæð virði í útnorðursamstarvi og hevur saman við millum øðrum føroyskum søgufrøðingum verið við til at skriva felags søguna hjá londunum í útnorðri. Hann hevur givið út fleiri bøkur og greinir, bæði á íslendskum og enskum, um evni sum íslendsku toskakríggini, kalda kríggið, íslendsku fíggjarkreppuna og altjóða politikk.
Les røður og grundgevingar umframt fleiri myndir á heimasíðuni hjá Fróðskaparsetrinum
Myndirnar hevur Ólavur Frederiksen tikið
Ulrika Steuerwald saman við Marini Strøm, lektara á deildini fyri heilsu og sjúkrarøktarfrøði og Martin Tvede Zachariassen, setursrektara
Guðni Th. Jóhannesson saman við Andras Mortensen, lektara á Søgu- og samfelagsdeildini, og Martin Tvede Zachariassen, setursrektara
Núverandi og fyrrverandi (núlivandi) rektarar á Fróðskaparsetri Føroya. Frá vinstru: Petur F. Zachariassen, Malan Marnersdóttir, Jóan Pauli Joensen, Sigurd í Jákupsstovu, Chik Collins og Martin Tvede Zachariasen
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 15. september 2025
Broytingar eru at hóma í norðurlendska samstarvinum. Formansskapurin í Norðurlandaráðnum mælir nú til, at Føroyar, Grønland og Áland fáa fasta umboðan í formansskapinum
Tær tríggjar smáu tjóðirnar í Norðurlandaráðnum, sum enn ikki hava sjálvstøðugan limaskap, kunnu rokna við at fáa fast sæti í formansskapinum fyri Norðurlandaráðið frá nýggjárinum at rokna.
Málið skal fyrst samtykkjast á ársfundinum hjá Norðurlandaráðnum síðst í oktober, men tað verður neyvan nakar trupulleiki.
Tað sigur Johan Dahl, limur í Norðurlandaráðnum, sum sjálvur eisini hevur verið føroyskt umboð í einum arbeiðsbólki, sum hevur arbeitt við at dagføra Helsingforssáttmálan, fyri millum annað at gera møguleika fyri, at Føroyar, Grønland og Áland kunnu fáa sjálvstøðugan limaskap.
Uppskotið um sæti í formansskapinum hevur tó ikki beinleiðis tilknýti til hetta arbeiði.
Tað er hinvegin ein samtykt í sjálvum formansskapinum, sum nú mælir ráðnum til at lata Álandi, Føroyum og Grønlandi fasta umboðan í formansskapinum – presidi’inum, sum tað kallast á skandinaviskum. Og at henda skipan fær gildi frá nýggjárinum at rokna.
- Hetta er eitt úrslit av, at smáu tjóðirnar í norðurlendska samstarvinum áhaldandi hava víst á órættin, sum tær eru fyri við ikki at vera góðkend sum sjálvstøðugir limir í norðurlendska samstarvinum, sigur Johan Dahl.
Viðvíkjandi broytingunum í Helsingforssáttmálanum – grundlógini fyri Norðurlandaráðið - er støðan tann, at arbeiðsbólkurin hevur gjørt sítt tilmæli, og at hetta nú verður eftirkannað av einum løgfrøðiligum professara á universiteetinum í Åbo í Finnlandi, sum kemur við síni frágreiðing og tilmæli í februar mánaði.
Hetta upplýsti Johan Dahl í samrøðu við Árna Gregersen í tíðindunum á FM1 mikudagin.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 18. september 2025
Hetta vísir kanning, sum Sambandsflokkurin á Fólkatingi hevur gjørt. 59 prosent hava valt møguleikan "størri sjálvræði, men innanfyri ríkið". Anna Falkenberg sær kanningina sum ein sigur fyri ríkisfelagsskapin
Undir yvirskriftini "Føroyingar vilja halda fram í ríkisfelagsskapi" við Danmark" hevur Sambandsflokkurin á Fólkatingi latið eina kanning úr hondum.
Tað er Spyr. fo, sum hevur gjørt kanningina fyri t fyri Sambandsflokkurin á Fólkatingi.
- Fimm flokkar í løgtinginum siga seg vera samdar um, hvussu farast skal fram á ríkisrættarliga økinum. Semja millum flokkarnar tykist at vera, at Føroyar skulu úr ríkisfelagsskapinum. Sambandsflokkurin á Fólkatingi hevur tí sett sær fyri at kanna, hvat vanliga fólkið heldur um ætlaninar.
Soleiðis greiðir Sambandsflokkurin á Fólkatingi frá tí, sum liggur aftan fyri kanningina.
Portalurin hevur fingið upplýst, at 500 fólk eru spurd í kanningini, og at hon er vektað eftir vanligum forskriftum; hetta millum annað eftir hvønn flokk sum tey spurdu velja.
Tey allarflestu vilja hava størri sjálvræði - og tó
Høvuðsspurningurin er: Hvørjum av hesum útsagnunum ein tekur mest undir við:
- Ríkisrættarliga støðan skal halda fram óbroytt - 16 prosent
- Føroyar eiga at fáa størri sjálvræði, men innanfyri ríkið - 59 prosent
- Føroyar skulu loysa frá Danmark - 25 prosent
Sambandsflokkurin ber tað fram sum, at ein greiður meiriluti av føroyingum heldur, at Føroyar skulu vera partur av ríkisfelagsskapinum.
Hetta er sum so rætt. Útfrá hesum trimum spurningunum og svarunum, halda 75 prosent av teimum spurdu (59 prosent + 16 prosent), at ríkisfelagsskapurin skal standa við.
- Hetta vísir, at Sambandsflokkurin er á rættari leið. Vit vilja gera broytingar, so at vit fáa størri uttanríkispolitiskt sjálvræði, men vit vilja ikki slíta frá Danmark. Vit skulu gagnýta stórdriftsfyrimunirnar í ríkinum, sigur Anna Falkenberg fólkatingskvinna fyri Sambandsflokkin.
Aðrir flokkar og persónar í øðrum flokkum síggja tó als ikki uppá úrsltini á sama hátt:
- Sambandsflokkurin tulkar hetta sum, at fólk taka undir við politikkinum hjá Sambandsflokkinum. Men tað er púra misskilt, tí tað er beint øvugt. Kanningin vísir, at fólk taka undir við semjuni sum 5 av 6 flokkum eru gingnir saman um, og har bert Sambandsflokkurin liggur uttanfyri ávirkan.
Hetta skrivar Bjarni Kárason Petersen í lesarabrævi, sum kann lesast her.
Og tað er eisini rætt, at um man hyggur eftir tølunum, so eru heili 84 prosent av teimum 500 spurdu, sum ynskja størri sjálvræði og størri broytingar.
Nærum helmingurin kennir seg ótryggjan við tjóðarsemju
Sambandsflokkurin er í løtuni ikki partur av tí, sum kann verða ein sonevnd tjóðarsemja, har føroyingar fara at krevja nýskipan í viðurskiftinum við Danmark. Anna Falkenberg vísir á, at nakir politikkarar "spæla hasard við vælferðini hjá Føroya fólki".
Sum partur av kanningini hevur Sambandsflokkurin á Fólkatingi eisini spurt, um fólk kenna seg trygg við sokallaðu tjóðarsemjuna um at skipa Føroyar sum eitt sjálvstøðugt land.
20 prosent siga, at tey kenna seg sera ótrygg. 24 prosent eru ótrygg við støðuna, 28 prosent eru hvørki trygg ella ótrygg, ímeðan 17 prosent kenna seg trygg og 12 prosent kenna seg sera trygg.
Harvið siga eini 44 prosent seg vera ótrygg við, at Føroyar møguliga skulu loysa. Tó er ein meiriluti ikki ótryggur, og tað skal staðfestast, at júst hvussu tjóðarsemjan sær út, og hvør ætlanin hjá teimum fimm flokkunum er við framhaldandi samstarvinum við Danmark, er heldur óviss enn.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 18. september 2025
– Við átakinum verða lítlu Føroyar settar á heimskortið sum vitanarskapandi, framkomnar og partur av altjóða samfelagnum
Á Vinnudegnum í Norðurlandahúsinum fríggjadagin varð simulatordepilin hjá Atlantic Airways, Atlantic Airways Aviation Academy, heiðraður sum ársins Vinnuátak 2025.
Í grundgevingini varð m.a. sagt, at átakið er ein íløga í vitan, førleikamenning og framtíðina.
– Tí takkað verið framkomnari tøkni kunnu vit nú eftirgera, kanna og royna alskyns arbeiðsgongdir, støður og mannagongdir í einum eftirgjørdum umhvørvi, áðrenn tær verða fluttar yvir í veruliga heimin.
– Átakið hevur gjørt førleikamenning og venjing meiri atkomulig. Førleikamenning og venjing, sum ikki bara eru neyðug, men eitt lógarkrav, og sum fyrr kravdi, at farið varð út í heim.
– Men nú kemur heimurin til Føroya, tí við átakinum verða lítlu Føroyar settar á heimskortið sum vitanarskapandi, framkomnar og partur av altjóða samfelagnum. Tað er ein stórur og greiður fyrimunur fyri bæði tilbúgving, vinnulív, ferðavinnu og samfelag.
Øll grundgevingin kann lesast her.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 19. september 2025
Grindin, sum varð funnin
Tað var ein ógvuliga stór grind, sum legði beinini í Fuglafirði farna leygardag.
Grindin varð funnin í Djúpunum seinnapartin leygardagin, og at byrja við varð mett, at grindin mundi vera 60-70 hval.
Seinni varð metingin sett upp á umleið 150 hval ella meira.
Men tað vísti seg, at grindin var væl oman fyri 300 hvalir.
Orsaka av støddini tók tað tað mesta av einum tíma at halda grindini til. Ikki øll grindin varð dripin. Avgerð var tikin um at reka ein part útaftur.
Tá samanumkom løgdu 285 hvalir beinini á sandinum í Fuglafirði. Umframt dráps- og heimapartar, var møguleiki hjá fólki arðastaðni frá at koma og fáa sær eisini.
– Har er øgiliga nógv grind, so vit hava roynt at fáa kommunurnar í Eysturoynni at taka ímóti, og har er nakað farið, og kommunurnar í Sandoynni fáa eisini grind, segði Jacob Vestergaard, sýslumaður í Eysturoynni við Portalin fyrrapartin sunnudagin.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 14. september 2025
Enn eitt vælvitjað tiltak við tí, sum heystið kann bjóða
Leygardagin var árliga tiltakið, Slaktið, hildið á Vaglinum og Niels Finsensgøtu í Havn.
Her var møguleiki hjá børnum og vaksnum at fáa eitt innlit í hvat heystið merkir, serliga hjá landbúnaðinum.
Høvi var at síggja eina kúgv verða skorna upp, og síggja seyð ferða flettan - nakað, sum ikki er nakað natúrligt fyri flest børn í høvuðsstaðnum.
Eisini var møguleiki at fáa smakkbitar av ymsum góðum, sum føroyska heystið hevur at bjóða.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 13. september 2025
Menn vinna munandi meira enn kvinnur. Seinasta 12 mánaðaskeiðið var miðal mánaðarlønin hjá monnum 39.722 krónur og hjá kvinnum 28.602 krónur
13,4 milliardir krónur vórðu útgoldnar í lønum í Føroyum seinastu 12 mánaðirnar – talan er um ein vøkstur á 6,8 prosent í mun til undanfarna 12 mánaðaskeið.
Vøksturin er størri hjá monnum, sum arbeiða hjá arbeiðsgevara undir privatum ræði, vísa nýggjastu tølini frá Hagstovuni.
Býtt á vinnugrein er størsti vøkstur at síggja í botnfiskiveiðu við 157 milliónum krónum ella 50 prosentum.
Góðar 855 milliónir krónur, ella 6,8 prosent, fleiri lønarkrónur vórðu útgoldnar í tíðarskeiðinum frá september 2024 til august 2025 samanborið við undanfarnu 12 mánaðirnar.
Trendurin vísir, at vøksturin í útgoldnum lønum hevur verið støðugur seinastu árini.
Botnfiskiveiðan vaksin við meira enn helvtini
Hagstovan skrivar, at størsta vøkstur í krónum átti bólkurin "Landbúnaður, skógrøkt og fiskiveiða". Verður hendan vinnugreinin víðari útgreinað, sæst at vøksturin er serliga stórur í botnfiskiveiðu, har útgoldnu lønirnar vóru góðar 157 milliónir ella 50 prosent størri seinastu 12 mánaðirnar samanborið við undanfarna tíðarskeið.
Almennu vinnugreinarnar "Heilsu- og Almannaverk" og "Almenn umsiting og verja; lógarkravdar almannaveitingar" hava eisini havt stóran vøkstur við ávikavist við 134 og 121 milliónum krónum, ið svarar til ein vøkstur á yvir 7 prosent hvør.
Menn eiga størra partin av lønini og vøkstrinum
Seinastu árini hevur vøksturin hjá kvinnum verið javnari enn hjá monnum. Serliga var lønargongdin hjá monnum ávirkað av koronufarstóttini. Seinastu 12 mánaðirnar áttu kvinnur 39 prosent av samlaðu lønunum. Hetta er tað sama sum í undanfarna tíðarskeiði.
Av vøkstrinum á 855 milliónir krónur, áttu menn størra partin við meira enn 60 prosentum.
Størsta vøkstur í krónum áttu menn, ið arbeiða hjá arbeiðsgevara undir privatum ræði. Teir áttu helmingin av vøkstrinum við sløkum 440 milliónum krónum, sum er ein vøkstur á 7,6 prosent. Kvinnur, ið arbeiða hjá arbeiðsgevara undir almennum ræði, høvdu sama lutfalsliga vøkstur við 7,6 prosentum og 248 milliónum krónum.
Miðallønin hjá kvinnum 11.000 krónur lægri
Í august var mánaðarliga miðallønin fyri hvønn persón 34.352 krónur. Hetta eru 3,8 prosent hægri samanborið við sama mánað í fjør. Í august fingu kvinnur 28.602 krónur í miðal, sum er 28 prosent lægri enn miðallønin hjá monnum, sum var 39.722 krónur.
Samanborið við sama mánað árið fyri er útgoldna miðallønin vaksin við 3,5 prosentum hjá monnum og 4,5 prosentum hjá kvinnum. Gev gætur, at tað ikki verður tikið hædd fyri arbeiðstíð, tá miðallønin verður roknað. Hon verður roknað við at býta samlaðu lønina við tal av persónum, sum fáa løn.
Búsitandi í Sandoyar øki hava havt størsta vøkstur við næstan 13,7 prosentum. Suðurstreymoyar øki hevði minsta vøkstur við 5,9 prosentum.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 16. september 2025
Peningaupphæddin, sum sum Team Rynkeby Føroyar savnaði inn í sambandi við túrin til Paris, varð handað í Eysturskúlanum farna vikuskiftið
Peningaupphæddin, sum Team Rynkeby Føroyar savnaði inn í sambandi við túrin til Paris, varð leygardagin handað í auluni í Eysturskúlanum. Innkomna peningaupphæddin var 1.590.000 krónur.
Umframt at stuðla gransking í sjúkum og viðgerðum hjá børnum, verður peningurin eisini latin Krabbameinsfelagnum, Hjartabarninum, Cystisk fibrosufelagnum, Beranum, Sinnisbata, Autismufelagnum og ADHD- felagnum.
– Við hesum vóna vit at kunna geva eitt lítið íkast til, at børn við hættisligum sjúkum og familjur teirra fáa ta hjálp og tann stuðul, sum kann gera ein mun í gerandisdegnum, skrivar Team Rynkeby Føroyar á Facebook.
– Ein serlig tøkk verður borin fram til øll, sum hava stuðlað – bæði sponsorar, fyritøkur, kommunur og einstaklingar, og ikki minst barnagarðar og skúlar kring landið, sum hava savnað pening inn. Team Rynkeby vil við hesum hjartaliga takka fyri allan stuðul og alla hjálp – takk fyri, at tit hjálpa okkum at hjálpa øðrum.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 14. september 2025
Tórshavnar kommuna fer nú undir verkætlanina at gera ein eldradepil í Kollafirði, sum væntandi fer at hava 24-30 búpláss og umlættingarpláss
Hóskvøldið varð tilmæli lagt fyri Tórshavnar býráð um at seta eina bygginevnd til eldradepilin, og at geva fyrisitingini heimild til at fara undir at gera eina byggiskrá.
Í 2017 samtykti Tórshavnar býráð eina útbyggingarætlan fyri eldraøkið í Tórshavnar kommunu. Eldradepilin í Kollafirði er tað seinasta av fleiri tilmælum í hesi útbyggingarætlanini.
Hini tilmælini í útbyggingarætlanini eru gjørd ella eru í gerð. Urd og Demensdepilin á Tjarnargarði vóru liðug og lótu upp á sumri í 2021, og nýtt røktarheim við 64 búplássum og 16 røktaríbúðum er í gerð á Stórubrekku í Hoyvík.
Eldradepilin í Kollafirði skal rúma allar tænastur á eldraøkinum, so sum búpláss, umlætting, dagtilhald og venjingartilboð.
Á eldradeplinum í Kollafirði verða væntandi 24-30 búpláss og umlættingarpláss.
Ætlanin er eisini at knýta 2-4 røktaríbúðir til eldradepilin.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 19. september 2025
CP Føroyar skipaði sunnudagin fyri Meirathon. Dansur, felagsskapur, sang, rørsla og gleði
Meirathon verður lýst sum eitt "eitt øðrvísi og atkomuvinaligt rørslutiltak í Tórshavn". Øll kunnu luttaka - eisini tey, sum vanliga ikki hava møguleika at vera við á ítróttartiltøkum.
CP Føroyar, sum er eitt felag undir Megd skipaði fyri. CP er ein stytting fyri Cerebrala Paresu, og varð hetta ofta fyrr kallað spastiskt lamni.
Tiltakið var ógvuliga væl eydnað. Runnið, gingið og trillað varð av Vaglinum út til Boðanesheimið yviri við Strond og aftur á Vaglið
Sí allar myndirnar sum Ólavur Frederiksen / Faroephoto, tók
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 15. september 2025
Næstforkvinnan, Ása Olsen, tekur yvir eftir Ruth Thomsen, ið leggur frá sær av persónligum orsøkum - megnar ikki at vera forkvinna í bæði Megd og Blindafelagnum
Ruth Thomsen, sum varð vald til forkvinnu í MEGD á ársaðalfundinum í vár, hevur av persónligum orsøkum valt at leggja frá sær sum forkvinna, boðar felagsskapurin Megd frá.
Tá hon tók við forkvinnusessinum setti hon sum fortreyt, at áhaldandi skula kunna røkja leiklutin sum forkvinna í Blindafelagnum samstundis, sum hon varð forkvinna í MEGD. Men eftir nakrar mánaðir í MEGD við nógvum og góðum arbeiði, má hon tó ásanna, at hetta krevur ov nógv, og at tað ikki ber til at vera forkvinna í báðum feløgum samstundis.
Ruth greiðir frá, at hetta var eitt torført val, tí henni dámdi arbeiðið hjá MEGD sera væl, og at bæði starvsfólk, starvsnevnd og feløg vóru sera góð at samstarva við, umframt at stór og týðandi evni gera seg galdandi á brekøkinum, her undir at virka fyri at fáa styrkt fíggjarliga grundarlagið hjá MEGD.
Viðtøkurnar hjá MEGD siga greitt, at "um formaðurin/-kvinnan fer frá í úrtíð, tekur næstformaðurin/-kvinnan við fram til fyrstkomandi aðalfund". Hetta merkir, at nýtt forfólk verður valt á komandi aðalfundi.
Ása Olsen, sum varð vald til næstforkvinnu í MEGD, hevur nú játtað at taka við sum forkvinna eftir Ruth fram til á næsta ársaðalfund, sum verður fyrst í komandi ári.
Ása Olsen hevur sera drúgvar royndir, bæði sum fyrrverandi aðalskrivari í MEGD í seks ár, sum forkvinna í Hoyr í nøkur ár, sum fakfelagsforkvinna, sum stýrisforkvinna í Dugna, sum fyrisitingarleiðari og sum deildarleiðari í landsfyrisitingini. Við royndum og útbúgving hennara er MEGD í tryggum hondum.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 18. september 2025
Leiðarin á stjórnarskrivstovuni hevur havt 40 ára starvsdag í Tórshavnar kommunu
Seinastu árini hevur Jákup Simonsen starvast á ráðhúsinum, men hann byrjaði sum leiðari á mentamáladeildin í 1985.
Jákup Simonsen er fuglfirðingur, útbúgvin lærari og elektrikari, men tað varð Tórshavnar kommuna, sum bleiv hansara lívsstarv.
Hann varð settur sum leiðari á mentamáladeildini 15. juli 1985, og var har heilt fram til 2015, tá hann bleiv leiðari á stjórnarskrivstovuni eitt skifti, og síðan tá hevur hann arbeitt á ráðhúsinum.
Mikudagin varð Jákup Simonsen heiðraður á lítlari samkomu fyri starvsfelagarnar á ráðhúsinum og nærmastu familjuna, og Elsa Berg, borgarstjóri, handaði honum gullheiðurstekn fyri 40 ár í starvi hjá kommununi.
Elsa Berg segði millum annað:
“Tú ger ikki so nógv burtur úr tær sjálvum, men letur onnur standa fremst á pallinum, meðan tú heldur teg í bakgrundini og arbeiðir í tí stilla.
Tú er eitt av hesum starvsfólkunum, sum man ikki altíð leggur so væl merki til, tá tú er her, men sum man leggur sera væl merki til, tá tú ikki er her.
Nógv er hent hesi 40 árini, síðan tú byrjaði á mentamáladeildini, og tú hevur nú arbeitt undir sjey ymiskum borgarstjórum.
Tá tú byrjaði í 1985 – tá Poul Michelsen var borgarstjóri – búðu 13.600 fólk í kommununi.
Síðan tá er kommunan vaksin nógv, og í dag búgva umleið 23.600 fólk í Tórshavnar kommunu – 10.000 fleiri enn tá tú byrjaði fyri 40 árum síðan.
Ja, bara í Hoyvík er fólkatalið vaksið úr 849 í 1985 til 4.719 fólk í dag.
Tú hevur upplivað góðar tíðir í kommununi, og tú hevur upplivað krepputíðir. Men allar hesar royndirnar, tú hevur fingið hesi 40 árini, koma nú eisini okkum til góðar, og hjá okkum er tað eisini ein fongur at hava fólk sum teg at spyrja um ymiskt, sum tú minnist og veit í høvdinum.
Takk fyri tína trúgvu tænastu fyri Tórshavnar kommunu, Jákup, og enn eina ferð hjartaliga til lukku.”
Jákup Simonsen saman við børnum og abbabørnum (Mynd: Tórshavnar kommuna)
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 18. september 2025
Rannvá Isaksen hevur sitið sum stjóri seinastu tíðina. Fyrst í november tekur Fríði Sigurðsson yvir
Fríði Sigurðsson tekur við stjórasætinum í felagnum KBI í Klaksvík frá 3. november.
Hann er 30 ára gamal, útbúgvin maskinsmiður og maskinmeistari, og hevur drúgvar tekniskar royndir.
Rannvá Isaksen hevur seinastu tíðina virkað sum fyribilsstjóri, og heldur fram sum partur av nevndini. Undan tí var Rói Clementsen stjóri í fyritøkuni.
Við nýggjum stjóra, nevnd og eigaraskapi ynskir KBI at styrkja samstarvið við kundar og tryggja, at KBI eisini frameftir er við til at halda vinnuni koyrandi.
Herfyri gjørdist greitt at Jákup og Ester Mikkelsen, Hans Arni og Durita Thomsen og Árni og Ása Frederiksberg høvdu keypt 70 prosent av KBI.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 16. september 2025
Metingin hjá Landsverki var annars, at nýggi tunnilin skuldi verða liðugur í ár. El-og trygdarverkætlanin er ikki farin í gongd enn
Bergholið til Dals letur ikki upp í hesum árinum. Hetta staðfestir Sigurð Ó Vang fyri Kringvarpinum.
Verkætlanarleiðarin hjá Landsverkið sigur, at tað mesta verður liðugt í ár, men at el-og trygdarverkætlanin fer nakað inn í 2026.
Hesin parturin verður boðin út innan næstu vikurnar. Síðani byrjar arbeiðið við el og trygd eftir ætlan í vetur.
Í vár metti Landsverk annars, at Dalstunnilin fór at verða liðugturí ár. Sigurð Ó. Vang metir nú, at arbeiðið verður liðugt tíðliga í øðrum ársfjórðingi í 2026.
Fíggjarætlanin á umleið 170 millión fer at halda, er metingin.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 17. september 2025
Farmaskipið Bonacieux, sum er bygt í 2010 og lastar knøpp 3.000 tons, verður sætta skipið hjá siðbundna felagnum í Fuglafirði
Reiðaríið Sandship hevur skrivað undir sáttmála um keyp av farmaskipinum Bonacieux úr Týsklandi.
Skipið verður yvirtikið fyrst í komandi ári, og umbygt til sjálvlossara. Ætlanin er, at skipið skal sigla við alifóðri til alivinnuna í útlandinum. Blásiskipan til veiting av alifóðri verður partur av umbyggingini.
Skipið verður útgjørt við framkomnari tøkni, sum minkar CO2-útlátið við 20 prosentum undir sigling.
Bonacieux er bygdur í 2010 og lastar knøpp 3.000 tons.
– Felagið hevur merkt vaksandi eftirspurning úr útlandinum, og er hetta ein liður í vakstrarætlan felagsins, sigur Jørgin Jacobsen stjóri.
Skipið verður skrásett í føroysku altjóða skipaskránni FAS, sum hóskar seg væl til altjóða farmaflutning.
Hetta verður sætta skipið hjá siðbundna felagnum í Fuglafirði, sum eisini hevur sandsølu á Sundi og fóðurgoymslu á Toftum.
Tá nýggja skipið kemur í sigling, verða oman fyri 80 fólk í starvi hjá Sandship.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 15. september 2025
Skrokkurin til frystitrolaran hjá Faroe Origin verður sleipaður úr Polandi til Skagen um góðan mánaða
Skrokkurin á nýggja frystitrolaranum hjá Faroe Origin, sum verður bygdur hjá Karstensens Skipsværft er málaður. Hetta skrivar Varðin á heimasíðu síni.
Nýbygningur nummar 486 hjá Skagen Skipsværft er við at vera liðugur og er nú málaður.
Skipið er 44,10 metrar langt og 11,5 metrar breitt.
Skrokkurin verður sleipaður til Skagen um hálvan oktober, har skipið verður gjørt liðugt.
Varðin og Framherji eiga í dag Faroe Origin, og eru bæði feløgini í gongd við hvør sín trolara, sum skulu avloysa partrolararnar Rók og Lerk.
Trolarin hjá Framherja er ikki komin líka langt, sum tann hjá Varðanum.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 16. september 2025
Systurskipið hjá trolaranum hjá Varðanum, Sjúrður Tollakson, fær eitt heilt annað navn. Trolarin hjá Framherja fær navnið Lerkur
Reiðaríið Framherji í Fuglafirði letur í løtuni sín triðja nýbygning byggja, og annan nýbygning á Karstensens skipasmiðjuni í Skagen.
Talan verður um ein trolara til heimaflotan, sum bæði kann frysta veiðuna umborð og køla hana við ísi, umframt at skipið kann fiska sjálvt ella partrola við millum annað Sjúrða Tollaksyni, sum Varðin letur byggja.
Trolarin, sum Varðin letur byggja er júst málaður í Polandi, og síðani skal skrokkurin sleipast til Skagen, og eftir ætlan verður hetta um miðjan oktober.
- Okkara nýbygningur verður gjørdur aftaná tann hjá Varðanum, og vit vænta at okkara nýbygningur er eini fýra mánaðir aftanfyri tann hjá Varðanum, sigur Rósa Olsen, umsitingarleiðari hjá Framherja.
- Vit hava valt at halda fram við fuglanøvnunum. Vit hava Bak og Falk, og nýggi trolarin fær navnið Lerkur sigur Rósa Olsen, víðari.
Nýggi trolarin hjá Framherja verður 44,10 metrar langur, og 11,5 metrar breiður. Eins og Sjúrður Tollaksson. Lerkur fær somu litir, sum Framherji brúkar til stóru skipini, meðan Sjúrður Tollaksson fær somu litirnir, sum Varðin brúkar til síni skip.
Framkomin skip
Trolararnir eru sera framkomnir og hava allar hugsandi hentleikar umborð. Umframt at skipini eisini eru sera framkomin.
Tað er gjørt nógv burtur úr av fáa so góða góðsku sum gjørligt burtur úr fiskinum, sum verður veiddur.
Skipini verða útgjørd við góðari køling og hagreiðingin av veiðuni skal geva møguleika til bestu góðsku.
Eisini verður møguleiki fyri at nýta skipini sum ísfiskaskip, har fiskurin verður goymdur í kørum við krapaísi eins og møguleiki er fyri at avhøvda, støddarskilja og frysta veiðuna umborð.
Ætlanin er at øll veiða skal førast til lands. Tí er verksmiðjan gjørd til framleiðslu og goymslu av súrløgu, sum ætlanin er at framleiða burtur úr høvdum, innvølum o.ø.
Framherji og Varðin eiga Faroe Origin í Runavík, og hava tikið skipini úr felagnum. Framherji eigur Bak og Falk, meðan Varðin eigur Heyk og Stelk.
Síðst í 2021 seldi Faroe Origin partrolararnir Rók og Lerk av landinum, og fingu tilsøgn um at flyta veiðuloyvini á onnur skip.
Í september 2023 kunngjørdi Faroe Origin, at Framherji og Varðin fóru at byggja nýggjar trolarar, sum koma í flotan í 2026.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 19. september 2025
Gudrun Joensen er altíð fús at hjálpa til tá tiltøk eru í bygdini – serliga ungdóminum at frama
95 ára gamla Gudrun Joensen úr Hósvík fekk herðaklappið frá Sunda kommunu í ár, skrivar kommunan á heimasíðuni.
Sunda kommuna hevur nógv tey seinastu árini heiðra persóni ella felagsskapi, ið hevur gjørt ólønt ella sjálvboðið arbeiði, sum er til gagns fyri borgarar í kommununi. Siðvenja er at handa hendan heiður tá árligu mentanardagarnir verða settir.
Í ár hevði trivnaðarnevndin avgjørt, at Gudrun Joensen í Hósvík, skuldi hava heiðurin ”Ársins herðaklapp 2025”. Grundgevingin fyri at geva Gudrun Joensen heiðurin ljóðaði millum annað soleiðis:
- Gudrun Joensen hevur verið ein sjónlig, fitt, blíð og fevnandi bygdamynd í nógv ár. Gudrun hevur hjálpt til tá ið tiltøk hava verið í bygdini. Serliga ungdóminum at frama. Gudrun hevur mest sum øll árini síðan Regatta byrjaði, staðið fyri morgunmatinum til allar Regattagestirnar, og hóast sín høga aldur luttekur hon í øllum tiltøkum, sum eru í bygdini. Bæði sum gestur og sjálvboðið hjálparfólk. Tá Gjáarfelagið Blóman hevur arbeiðsdag, ella Hósvíkar Róðrarfelag hevur verkadag, kemur hon við einum stórum stakki av vælsmakkandi, heimabakaðum pannukøkum. Hon luttekur í tiltøkum, sum bátafelagið Grynnan skipar fyri, og fyri veitslum, sum eru í bygdarhúsinum. Tey ið búgva og búleikast í Hósvík eru errin og glað at tú valdi júst Hósvík sum tín lívs bústað.
Við heiðrinum fylgir ein peningagáva á 3.000 krónur og ein gáva úr føroyskum gróti.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 16. september 2025
Miðaldrandi kvinnur, sum byrjaðu at spæla fótbólt, meðan tær vóru í 40-árunum, og sum í heili níggju ár hava vant fótbólt í miðal tvær ferðir um vikuna, varðveita beinheilsuna, vísir nýggj føroysk gransking
Beinbroyskni og vánalig beinheilsa eru álvarsligir alheims fólkaheilsutrupulleikar, sum vaksa munandi við demografiskum broytingunum, sum bera í sær, at talið á eldri borgarum veksur nógv og skjótt.
Í løtuni hava umleið 200 milliónir fólk beinbroyskni, og hetta tal, meta granskarar, fer í 2050 at verða tríggjar ferðir so stórt, og ein avleiðing verður, at árligu beinbrotini fara at verða níggju milliónir í tali.
Tá vit eldast, viknar beinagrindin, tí beintættleikin minkar, og samstundis missa vit vøddamongd og kropsligar førleikar, sum í ávísan mun stendst av minkandi framleiðslu av kynshormonum.
Menn, sum eru eldri enn 50 ár, og kvinnur í skiftisárunum eru í munandi størri váða fyri brotum í beinum, mjødn og ryggi.
Men ein nýggj grein hjá føroyskum granskarum vísir, at miðaldrandi kvinnur, sum byrjaðu at spæla fótbólt, meðan tær vóru í 40-árunum, og sum í heili níggju ár hava vant fótbólt í miðal tvær ferðir um vikuna, varðveita beinheilsuna í beinunum, mjødnini og niðara partinum av rygginum, hóast tær í hesum tíðarskeiði koma í skiftisárini, skrivar Fróðskaparsetur Føroya.
Øvugt av fótbóltskvinnunum, vísir ein kontrollbólkur minkandi beintættleika. Samstundis vístu blóðroyndir, at evnisskiftið hjá beinkyknunum varð munandi hægri hjá teimum, sum vandu fótbólt, samanborið við kontrollkvinnurnar.
Fótbóltskvinnurnar høvdu eisini størri vøddamongd í beinunum eftir tey níggju árini við fótbólti, og meðan vøddastyrkin hjá kvinnunum í kontrollbólkinum minkaði við 10 prosentum, so varðveittu fótbóltskvinnurnar sína vøddastyrki, hóast tær vóru eldar níggju ár og komnar í skiftisárini.
Greinina, sum Magni Mohr, professari í arbeiðs- og ítróttarfysiologi á Fróðskaparsetri Føroya, hevur skrivað saman við May-Britt Skoradal, adjunkti í heilsuvísindum, og Tóra Sjúrðarsyni, adjunkti í fysiologi, bæði frá Setrinum, umframt professarunum Jann Mortensen (Ríkissjúkrahúsið og Landssjúkrahúsið), Niklas R Jørgensen (Ríkissjúkrahúsið) og Peter Krustrup (Syddansk Universitet) er júst útgivin í tíðarritinum, Biology of Sport.
Greinin ber heitið "Recreational football training preserves bone health in women over 9 years during the menopause transition".
- Hetta er ein granskingarverkætlan, sum Granskingarráðið stuðlaði longu í 2013, tá hesar kvinnurnar vóru býttar upp í tríggjar venjingarbólkar og ein kontrollbólk. Fyrsta venjingartíðarskeiðið var 15 vikur, sum so varð longt til eitt heilt ár. Eftir hetta stovnaðu kvinnurnar í fótbóltsbólkinum sjálvar felagið FC Trón, sum venur á Eysturvølli í Havn, har umleið 50 miðalaldrandi kvinnur venja upp í fýra ferðir um vikuna. Tær høvdu hugagóðar vant í samfull níggju ár, tá vit so bjóðaðu teimum inn aftur til kanningar. Í miðal hava tær vant tvær ferðir um vikuna hesi níggju árini, og tað er hvørja einastu viku í árunum. Tað er í sjálvum sær framúr!, sigur Magni Mohr, professari sambært Fróðskaparsetri Føroya.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 15. september 2025
Lektarin í sosiologi er eftir øllum at døma fyrsti føroyingur, sum hevur fingið stuðul úr evropeiska granskingargrunninum ERC. Verkætlan hansara fer at taka fimm ár
Benjamin Jacobsen er sannlíkt fyrsti føroyingur at fáa stuðul úr evropeiska granskingargrunninum ERC. ERC er stytting fyri European Research Council og er skipan, sum letur stuðul til granskara, ið skarar framúr á slóðbrótandi øki.
Benjamin Jacobsen er lektari í sosiologi á universitetinum í York í Stóranretlandi, har hann eisini vardi sína ph.d. í 2020. Umframt at starvast í York, hevur Benjamin arbeitt á universitetinum í Durham við post.doc-verkætlan, sum eisini var partur av ERC verkætlan, skrivar Granskingarráðið.
Benjamin er 33 ára gamal og ættaður av Glyvrum. Hann er giftur við Sian, og tey eiga tvey børn (Maya 3 ár og Lena 1 ár). Í 2011 tók hann studentsprógv á Kamsbdali og flutti í 2013 til Onglands at lesa Bachelor í enskum máli og bókmentum á University of York.
Í ERC skipanini velur granskarin sjálvur granskingarevnið. Benjamin arbeiðir við framleiddum dátum (Synthetic Data) og hevur fingið stuðul til verkætlanina SYNDATA við undirheitinum “The Ethics of Synthetic Data in the Age of Machine Learning and AI”. Verkætlanin byrjar fyrst í komandi ári og tekur 5 ár.
SYNDATA fer at menna nýggjar hættir at skilja etisku avleiðingarnar av framleiddum dátum í nútíðar samfelagnum. Maskinlæru-algoritmur og vitlíki, so sum Gemini og GPT-4, verða í alt størri mun nýtt til at framleiða dátur (Synthetic Data), sum síðani verða brúktar til at venja aðrar algoritmufrymlar. At dátur, sum ikki kunnu savnast í veruliga heiminum, kunnu framleiðast við algoritmum, kann hava álvarsligar etiskar avleiðingar við sær. Við at viðgera átrokandi spurningarnar um skapan, umboðan og mótstøðu, fer SYNDATA at kanna, hvussu dátur verða framleiddar og hvussu hesar dátur broyta, hvussu nútímans algoritmur og vitlíki verða vird og brúkt í samfelagnum.
SYNDATA fer at seta tríggjar nýggjar granskarar í starv (1 ph.d. og 2 post.doc). Verkætlanin fevnir millum annað um arkivarbeiði, har Benjamin og aðrir granskarar fara at kanna søguliga upprunan til framleiddar dátur. Eisini er etnografiskt arbeiði, har endamálið verður at eygleiða ymsar AI fyritøkur í Onglandi og Evropa, til tess at síggja, hvussu nýggjar dátur verða framleiddar og brúktar á ymsan hátt.
Í ERC er hørð kapping um árliga stuðulin. Umsóknirnar verða mettar av serfrøðingum hvør sær og saman, umframt at umsøkjarin skal til samrøðu, áðrenn stuðul verður játtaður. Í metingini verður størsti denturin lagdur á umsøkjaran (PI). Granskarin skal við post.doc. verkætlan og útgávum hava víst í verki, at viðkomandi er búgvin at taka á seg verkætlanina og fullføra uppgávuna.
Benjamin hevur fingið framúr skotsmál frá metarunum og hevur vunnið í kapping millum slakar 1200 umsóknir í bólkinum Samfelags- og hugvísindi. Tilsamans fekk ERC 3928 umsóknir til freistina í oktober 2024.
ERC er partur av Horizon Europe, sum føroyskir granskarar kunnu søkja stuðul úr á jøvnum føti við onnur lond, sum luttaka í evropeisku granskingarskránni.
ERC Starting Grant verður latið evnaríkum granskarum í byrjanini av yrkisleiðini. Granskarin skal hava gjørt framúrskarandi arbeiði, umframt at vera til reiðar at arbeiða sjálvstøðugt og virka sum leiðandi granskari
Les meira um ERC her
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 17. september 2025
Bjørt arbeiddi í verkætlanini við CO₂-elektrolysu, sum er ein háttur at endurnýta koltvísúrni og framleiða virðismikil evni á ein burðardyggan hátt
Fríggjadagin 5. september vardi Bjørt Óladóttir Joensen ph.d-ritgerð sína um CO₂ elektrolysu.
Hetta var á Institut for Fysik á DTU, har hon hevur verið innskrivað til ph.d.-lestur.
Verkætlanin hevur heitið: “Understanding Interactions Between Carbon Dioxide, Carbonate, and Anion Exchange Membranes for Electrochemical Operation”.
Bjørt hevur í verkætlanini arbeitt við CO₂-elektrolysu, sum er ein háttur at endurnýta koltvísúrni, CO₂, og framleiða virðismikil evni á ein burðardyggan hátt. Eitt av evnunum er etylen, sum í dag stendur fyri 862 MtCO₂/árið, og er eitt av evnunum, sum verður brúkt til framleiðslu av plasti, heilivági og kølivatni. Hetta verður í dag í stóran mun framleitt úr fossilum evnum.
Í ph.d.-verkætlanin hevur fokus verið á at uppskalera og at skilja mekanismurnar í vinnuliga viðkomandi skipanum. Ein greið fatan av CO₂-elektrolysu tólum er sera umráðandi fyri at kunna betra um framleiðslu og kunna nýta hesa til vinnulig endamál. Millum annað hevur hon nýtt røntgen myndir til at skilja, hvat avmarkar stabilitetin av hesum tólunum.
Bjørt hevur sum part av ph.d.-verkætlan verið á ESRF - the European Synchrotron Radiation Facility í Grenoble í Fraklandi, hjá fyritøkuni eChemicles í Ungarn og á Stanford University í USA.
Vegleiðarar hava verið Brian Seger og Ib Chorkendorff, báðir professarar á Institut for Fysik á DTU.
Í metingarnevndini vóru Thomas Burdyny, lektari á Delft University of Technology í Hollandi, Kendra Kuhl, stovnari av og nevndarlimur í Twelve Peter Vesborg, professari á DTU.
Bjørt Óladóttir Joensen heldur fram sum granskari í VILLUM-P2X-Accelerator verkætlanini á DTU.
Frá vinstru: Kendra Kuhl, Peter Vesborg, Bjørt Óladóttir Joensen, Brian Seger og Thomas Burdyny (Mynd: gransking.fo)
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 16. september 2025
Karla Dahl, Alma Hansen, og Ann-Brit Midjord hava arbeitt tilsamans 110 ár hjá barna- og ungdómstannrøktini
Ffarna fríggjadag vórðu trý starvsfólk heiðraði fyri drúgva og trúgva tænastu hjá barna- og ungdómstannrøktini í Havn.
Hesi vóru Karla Dahl og Alma Hansen, sum báðar høvdu 40 ára starvsdag fyrr í ár, og Ann-Britt Midjord, sum hevði 30 ára starvsdag hósdagin 11. september.
Unn Jakobsen, leiðari á barna- og ungdómstannrøktini, og Elsa Berg, borgarstjóri, søgdu nøkur orð, og síðani fingu tær tríggjar handaðar gávukurv og gull- og silvurheiðurstekin frá kommununi fyri ávikavist 40 og 30 ára starvsdagar, umframt blómutyssir frá barna- og ungdómstannrøktini.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 13. september 2025
Arbeiðið at byggja áskoðaraskýli báðu megin ítróttahúsið verður liðugt móti vetri
Týsdagin vórðu sperrurnar til vestara skýli á Svangaskarði reistar. Talan er um tvey skýli skýli, sum eru í gerð við fótbóltsvøllin - eitt eystanfyri og eitt vestan fyri Ítróttahúsið.
Tá ið arbeiðið er liðugt, eru meira enn 300 áskoðarapláss undir taki á Svangaskarði. Hetta er eisini kravið, sum FSF setur, um vøllurin framhaldandi skal verða góðkendur til dystir í bestu deildini, skrivar Nes kommuna á heimasíðuni.
Arbeiðið, sum eftir ætlan verður liðugt móti vetri, verður gjørt av byggivirkinum KBH á Toftum. Teknistovan í Gøtu hevur byggileiðslu og eftirlit fyri Nes kommunu.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 18. september 2025
Norðurlandahúsið, Norden i Fokus og NORA seta mat og veitingartrygd í fokus 23. september
23. september er Útnorðurdagur, og dagurin verður hildin í Norðurlandahúsinum. Tað eru Norden i Fokus, Norðurlandahúsið og NORA (Norrønt Atlantssamstarv) sum saman skipa fyri degnum.
NORA skipaði í fjør fyri stóru kokkakappingini Arctic Young Chef (www.ayc.fo), sum setti sjóneykuna á mat úr fleiri sjónarhornum. Eitt nú skuldu kokkarnir, sum kappaðust, gera mat úr rávørum, sum vanliga ikki vera so nógv brúktar, eitt nú saltfiski, skrubbu og kópi.
Burðardygd og matoyðsl vóru tískil í miðdeplinum í kappingini og við hesum sum støði, fara vit á Útnorðurdegnum at taka fram tær royndirnar sum gjørdar vóru í kappingini.
Á skránni eru tríggjar framløgur:
Dagurin endar við brellbitum sum eru gjørdir við støði í hugsanini um matvøruveitingartrygd og tilbúgving. Tað verður unga kokkatalenti, Mogens Højsted, ið var ein av føroysku luttakarunum í Arctic Young Chef, sum stendur á odda at geva eina spennandi matuppliving. Saman við sær hevur hann teir tríggjar royndu kokkarnar, Gutta Winther, Janus Einar B. Sørensen og Jaspur Svabo Jørgensen.
Tiltakið, sum er alment og ókeypis, verður 23. September klokkan 15 til16.30 í Skálanum í Norðurlandahúsinum.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 16. september 2025
Peningurin fer til at hjá føroyskum børnum á Kreppumiðstøðini, at umvæla eitt dreingja í Addis Ababa og at menna skótabólkar í Malawi
Frá mánadegnum 22. september til mánadagin 28. September fara føroyskir skótar kring alt landið at ganga hús í hús í sambandi við Skótahjálpina, sum í ár verður hildin fyri 42. ferð.
Vanliga letur Skótahjálpin stuðul til eina útlendska og eina føroyska verkætlan, men nevndin fyri Skótahjálpina hevur gjørt av, at tríggjar verkætlanir fáa stuðul í ár: ein føroysk og tvær útlendskar.
Hjálp til børn á Kreppumiðstøðini hjá Kvinnuhúsinum í Havn
Føroyska verkætlanin, ið fær stuðul, er ein verkætlan hjá Kreppumiðstøðini í Kvinnuhúsinum í Havn.
Verkætlanin umfatar at veita børnunum regluligar samrøður og upplivingar í náttúruni, sum er eitt stað, har børnini kunnu vera til staðar í løtuni og kenna seg fræls og trygg. Við verkætlanini fáa børnini høvi at fara á gongutúrar, sansatúrar, at kynda bál og gera mat á báli, umframt at royna seg við øðrum náttúruverkætlanum, samstundis sum tey sleppa at seta orð og myndir á sínar upplivingar.
Hvørt ár gista millum 12 og 15 børn saman við mammum sínum á Kreppumiðstøðini, tí tey orsakað av harðskapi eru noydd at fara úr egnum heimi.
Øll hesi børnini hava upplivað harðskapin antin beinleiðis ella óbeinleiðis, og umráðandi er, at børnini gjøgnum samrøður og spæl fáa tað gott aftur.
Dreingjaheim í Addis Ababa í Etiopia
Í sambandi við býarmodernisering í Addis Ababa í Etiopia mátti dreingjaheimið Safety Boys Home flyta í onnur høli. “Nýggju” hølini eru slitin og í ringum standi, og hølini eru nógv merkt av neyðloysnum og leysum endum.
Safety Boys Home hjálpir dreingjum burtur úr einum lívi á gøtunum, har gerandisdagurin er nógv merktur av rúsevnum og vánaligum ella vantandi mati. Dreingirnir, ið koma á dreingjaheimið, verða avrúsaðir, fáa mat og klæði, og teir fáa hjálp við at nema sær útbúgving. Eisini roynir Safety Boys Home at finna familjur teirra, har tað ber til.
Innkomni peningurin fer til at bøta um umstøðurnar og seta í stand Safety Boys Home, soleiðis at dreingirnir í Addis Ababa fáa eitt liviligt heim.
Tað er felagsskapurin Win Souls for God, sum rekur dreingjaheimið, og føroyski missiónsfelagsskapurin, Tæn Afrika, stuðlar dreingjaheiminum, umframt øðrum verkætlanum í Etiopia.
Menning av skótabólkum í Malawi
Skótarørslan í Malawi er farin undir miðvíst arbeiði at styrkja um skótabólkarnar kring landið.
Fátækradømið í landinum hevur við sær, at tað er trupult hjá nógvum skótabólkum at virka, og summastaðni hava bólkarnir illa nokk ráð at gjalda limagjaldið til malawiska skótafelagsskapin.
Av tí at skótarørslan í Malawi tekur stóran lut í trivnaði og menning av ungum uttan fyri skótarørsluna, verður nú farið undir at menna bólkarnar í landinum, soleiðis at teir aftur kunnu menna samfelagið víðari.
Arbeiðið umfatar at geva bólkunum neyðugu amboðini at gerast fíggjarliga sjálvbjargnir. Ætlanin er at skipa fyri frálæru í fíggjarstýring, verkætlanarstýring og íverksetan, soleiðis at bólkarnir verða førir fyri at fremja pengaskapandi aktivitir.
Tað er Skótafylki Sigmunds Brestissonar í Havn, sum hevur samskifti við Skótahjálpina fyri skótarnar í Malawi.
Grundsetningurin fyri Skótahjálpina er, at børn hjálpa børnum, og hetta gera tey við at ganga hús í hús og bjóða seg fram til at gera okkurt fyrifallandi arbeiði aftur fyri nøkur oyru.
Hetta er 42. ferð, at tær tríggjar skótasamskipanirnar í Føroyum, KFUM skótarnir, KFUK skótarnir og Føroya Skótasamband, skipa fyri Skótahjálpini.
Vónandi verður eins væl tikið móti Skótahjálpini í ár sum undanfarin ár.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 16. september 2025
Lokala listakvinnan, Silja Strøm, hevur málað ein stóran málning, ið lýsir longsul og nærleika og menniskjaliga samveru
Móttøkan hjá Vestmanna kommunu er vorðin prýdd við einum stórum málningi frá einum av listafólkunum úr bygdini, Silju Strøm.
Heimasíðan hjá Vestmanna kommunu skrivar, at kommunan í fjør heitti á Silju Strøm um at listprýða móttøkuna í húsinum hjá umsitingini.
Silja var beinaveg sinnað at fara undir uppgávuna, og við nærlagni hevur hon arbeitt upp á listaverkið, sum nú er handað kommununi og komið upp á pláss.
Um listaverkið sigur Silja:
Málningurin bjóðar áskoðarunum inn í eitt rúm, har sum persónar, lutir og umhvørvi eru tætt samanknýtt. Myndin fevnir um tvey stór lørift og lýsir, við bæði persónligum og meira sakligum tilgongdum, longsul og nærleika og menniskjaliga samveru. Fólk taka í hvønn annan, halda hvørjum øðrum, nerta við hvønn annan, halda hvørjum øðrum uppi. Ein undirtóni av sorgblíðni hómast millum bjørtu litirnar, ið ljóma og lýsa á ein heim, har kroppar og landsløg saman skapa eitt dýpi av sansaligum og kenslubornum løtum. Løtur vit øll kenna, har vit siga ja til eina hjálpandi hond, bera ein annan, tá tey ikki orka, krógva okkum, tá vit hava brúk fyri meira tíð og taka okkum av hvørjum øðrum.
Vestmanna kommuna hevur sum mál at stuðla lokalu listini. Tí fegnast kommunan um samstarvið við Silju, sum er eitt av mongu dugnaligu lokalu listafólkum. Hennara mynd er nú tað fyrsta, sum býður vitjandi vælkomnum.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 18. september 2025
Frímerkið er gjørt úr endurnýttum polyestertráði og ímyndar eina friðardúgvu. Útgávan er partur av The Dove of Peace Project – eitt samstarv millum evropeisk lond, ST og UPU (Altjóða Postsambandið), sum hevur til endamáls at varpa ljós á frið í heiminum
Posta gevur út tvær heilt serstakar frímerkjaútgávur: eitt broderað frímerki við friðardúgvuni og eitt listarligt frímerki av stabbagróti í Froðba.
Fyrsta broderaða frímerkið
Hetta er fyrstu ferð nakrantíð, at Posta gevur út eitt broderað frímerki.
Frímerkið er gjørt úr endurnýttum polyestertráði og ímyndar eina friðardúgvu. Útgávan er partur av The Dove of Peace Project – eitt samstarv millum evropeisk lond, ST og UPU (Altjóða Postsambandið), sum hevur til endamáls at varpa ljós á frið í heiminum.
– Vit kunnu ikki steðgað heimsins kríggjum, men við hesum frímerkinum vilja vit minna á týdningin av friði – bæði millum lond og millum einstaklingar. At fáa frið byrjar við hesum lítla súmbolinum fyri frælsi, kærleika, tolsemi, gleði og vakurleika, skrivar Posta í tíðindaskrivi.
– Frímerkið er ikki bert ein samlaravøra, men eisini eitt súmbol fyri vón og samlag. Við hesum átaki geva postverk og samstarvspartar eitt virkið íkast til altjóða friðarrørsluna – ein sting í senn.
Frímerkið, sum kemur út í dag, 19. september, er sniðgivið og framleitt av Hämmerle & Vogel Gmbh & Co KG í Eysturríki.
Stabbagrót í Froðba
– Hevur tú onkuntíð staðið og undrast á ein grótvegg, sum sær út sum langar súlur, útskornar sum við hond? Hesar súlur verða kallaðar stabbagrót og eru sonn listaverk bygd inn í náttúruna. Her í Føroyum eru fleiri hugtakandi dømi – eitt nú í Kulugjógv við Froðba, sum frímerkið myndar.
Frímerkið er teknað og graverað av norsk-svenska listamanninum Martin Mörck og kom út 17. september – eisini sum svartprent.
Frímerkini fáast til keyps á www.stamps.fo og á posthúsum kring landið. Á heimasíðuni ber eisini til at lesa greinar um føroysk frímerki.
Posta á altjóða framsýning
– Í hesum døgum luttekur Posta á stóru altjóða framsýningini PHILAKOREA 2025 í Seoul, har áhugin fyri føroyskum frímerkjum er stórur. Millum frímerkjasavnarar er tað serliga væl umtókt at fáa undirskrift frá frímerkjalistafólki á bjálva ella frímerki. Vit eru tí fegin um, at Martin Mörck vitjar á básinum hjá Posta hesar dagarnar, og bjóðar seg til at signera frímerkjavørur, skrivar Posta.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 19. september 2025
Teitur og kvæðaløgini hann hevur givið út saman við bólkinum Girls in Airports vórðu fagnað um vikuskiftið
Farna fríggjakvøld og leygarkvøld var møguligt hjá teimum, sum fingu hendur á atgongumerkjum at uppliva Teit Lassen saman við danska bólkinum Girls in Airports, framføra kvæðaløgini, sum teir góvu út á plátuni “Kvæði” í fjørvetur.
Fríggjakvøldið framførdu teir í Finsen í Havn og leygarkvøldið í Listastovuni í Miðvági.
Sí allar myndirnar hjá Aura Myndum frá framførsluni í Finsen her
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 15. september 2025
Altjóða viðurkendir klassiskir tónleikarar verða at hoyra hetta vikuskiftið
Hetta vikuskiftið er høvi at hoyra tveir einastandandi tónleikarar í Hátúni og í Løkshøll, nevnliga violinleikaran Antal Zalai saman við klaverleikaranum Adam Heron.
Hesir tónleikarar eru virtuosar í orðsins sanna týdningi, og saman fara teir at framføra eina spennandi skrá, ið spennir sera víða – frá yndisligum klassiskum verkum til villan sigoynaratónleik.
Konsertirnar verða:
Leygardagin 20 september kl. 15 í Hátún, Tórshavnar Musikkskúli – atgongumerki á 100 krónur fáast við dyrnar.
Sunnudagin 21 september kl. 15 í Løkshøll - atgongumerki á 100 krónur kunnu keypast á loksholl.fo og atgongumerki.fo
Næmingar fáa avsláttur.
Um tónleikararnar:
Antal Zalai er føddur í Budapest í eini romafamilju av tónleikarum. Antal starvast dagliga sum violinprofessari á konservatoriunum í Brússel, og spælir á eina Stradivarius violin frá 1733.
Afturat konsertvirkseminum hevur Zalai fingið ein stóran altjóða fjepparaskara á YouTube, har framførslur hansara av m.a. øllum 24 caprisunum hjá Paganini – eru sæddar fleiri milliónir ferðir.
Adam Heron er av nigerianskum-filippinskum uppruna og búsitandi í Onglandi. Hann gjørdist kendur sum finalistur í BBC Young Musician kappingini í 2018 og vann í 2020 Harriet Cohen Bach Prize.
Umframt at spæla klaver, er Adam eisini tónaskald og dirigentur. Hann hevur spælt við orkestrum sum Chineke! Orchestra og við tónleikarum sum Chi-chi Nwanoku CBE og Amy Dickson. Hann hevur framført á mongum stórum pallum, frá Wigmore Hall í London til National Centre for the Performing Arts í Mumbai.
Tíðindaskriv frá Konsertfelagnum
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 17. september 2025
Klaksvíkar Sjónleikarfelag spælir í heyst kenda enska skemtileikin "Friður á pallinum!" til heiðurs fyri undangongukvinnuna innan sjónleik, Adelborg Linklett
Klaksvíkar Sjónleikarfelag fer í heyst at spæla skemtileikin "Friður á pallinum!", sum snýr seg um ein sjónleikarbólk, ið venur ein leik. Hetta er ein klassisk farsa við margháttligum misskiljingum, stuttligum persónum og undirhaldandi fløkjum.
Leikurin, ið hevur upprunaheitið "Noises Off", varð skrivaður av enska rithøvundanum Michael Frayn, og varð frumsýndur á West End í London í 1982. Leikurin fekk sera góð ummæli, og fólk streymaðu til sýningarnar, sum koyrdu uttan íhald í fimm ár. Leikurin hevur síðani verið spældur víða hvar, og hann hevur vunnið nógvar heiðurslønir – eitt nú í Bretlandi og í USA.
Tað ber illa til at tosa um sjónleik í Klaksvík og í Føroyum uttan at nevna Adelborg Linklett, sum var undangongukvinna í sjónleikaumhvørvinum. Hon fór fyri góðum ári síðani. Leikararnir í Klaksvíkar sjónleikarafelaga tosaðu ofta um, at framføra leikin "Noises Off", og nú leikurin verður settur upp í Klaksvík, verður tað gjørt til heiðurs fyri Adelborg, sum hevði so stóran týdning fyri Klaksvíkar Sjónleikarfelag.
Leikurin “Friður á pallinum!” verður sýndur í Varpinum í Klaksvík, og hetta er fyrstu ferð, at stórur sjónleikur verður settur upp har. Adelborg Linklett loysti fyrsta flagið, tá ið stásiliga mentanarhúsið skuldi byggjast, og tí gongur alt upp í hægri eind, nú skemtileikur verður sýndur har til heiðurs fyri Adelborg.
Níggju leikarar eru við í "Friður á pallinum!", og hesi eru bæði eldri og yngri leikarar við royndum – eisini saman við Adelborg Linklett. Fimm menn og fýra kvinnur eru í leikinum, og tey, sum fara at spæla, eru: Karl Sofus í Heimistovu, Karl Marius Poulsen, Hans Hjalti Skaale, Jan Gardar, Louis Poulsen, Emry Jo, Durita Samuelsen, Jancy Kalsø og Eliana Svøðstein.
Andrias Justesen á Viðareiði hevur týtt leikin til føroyskt.
Annfinnur Heinesen leikstjórnar, Edward Fuglø ger pallmyndina og Nikolaj Falck, sum er giftur ommudóttir Adelborg Linklett, verður pallsmiður. Samstarv er gjørt við Tekniska skúla í Klaksvík um bygging av pallinum, og teirra vegna fer Sjúrður Sólstein, leiðari á timburdeildini, at leggja næmingum lag á.
Leikurin gongur fyri seg í nútíðini, har sjónleikabólkurin spælir ein sjónleik, sum gongur fyri seg fyri umleið øld síðani. Hetta krevur góðar búnar og leiklutir.
Venjingarnar til "Friður á pallinum!" byrjaðu um miðjan august, og venjingarnar hava gingið væl. Leikurin er krejvandi, og krevur sannførandi spæl og góðan neyvleika. Spælt verður frammanfyri og aftanfyri pallin, og tað setur stór krøv til pallmyndina, sum skal kunna snarast runt.
"Friður á pallinum!" verður frumsýndur í Varpinum í Klaksvík fríggjakvøldið 24. oktober 2025.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 19. september 2025
Steinprent hevur savnað saman verk eftir listamálaran, sum andaðist í fjør
Í dag letur minnisframsýning upp í Steinprenti við verkum eftir Olivur við Neyst.
Bæði við læntum verkum frá m.a. Runavíkar Kommunu, Norðoya Listafelag, og í samstarvi við Dagmar Joensen-Næs hevur Steinprent fingið hesa framsýning upp at standa.
Fernisering vderður leygardagin 20. september klokkan 15.
Brot úr minningarorð um Olivuri eftir Kinnu Poulsen:
“Olivur við Neyst var ein týðandi listamaður. Hann var føddur í Klaksvík í 1953, útbúgvin á kunstakademinum í Keypmannahavn hjá Richard Winther og Wilhelm Freddie 1975-1979 og gekk síðani tvey ár á listpedagogiskari linju hjá Helge Bertram. Olivur við Neyst var gávaður koloristur, sum málaði bjartlittar kompositiónir við støði í býar- og bygdaumhvørvum – ofta við eini kaleidoskopiskari kenslu, sum Bárður Jákupsson nevnir tað í bókini Myndlist í Føroyum - har myndaflatin hjá Olivuri er býttur upp í eitt fagurlitt mynstur. Hetta sæst t.d. í fleiri av myndunum, sum hann málaði, tá hann var við sluppini Ester fyrst í hálvfemsunum. Myndamálið minnir í hesum føri um klassiskt modernistiskar, kubistiskar og fauvistiskar myndir, men hann málaði eisini rættiliga abstraktar myndir - eg minnist serliga ein gulan málning, sum var á einari framsýning á Den Frie í Keypmannahavn - hann var framúr”.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 18. september 2025
Evnið á bókmentavikuni í ár er samanhald í Norðurlondum. Evnið er valt í ljósinum av teimum aktuellu avbjóðingunum, sum Norðurlond og heimurin standa yvir fyri í dag
Dentur verður ofta lagdur á týdningin av einum góðum samstarvi í Norðurlondum sum ein grundleggjandi fortreyt fyri at standa saman móti avbjóðingum uttanífrá. Kortini er tað umráðandi at undirstrika týdningin av samanhaldi í Norðurlondum sum fortreyt fyri einum góðum samstarvi. Tað er ymiskt, hvussu norðurlendska samanhaldið kemur til sjóndar. Tað kann vera gjøgnum persónlig sambond, felagsskapir í bólkum og breið samstørv tvørturum landamørk.
Samanhald merkir at halda saman og at skapa semju. Hetta hevur við sær eina kenslu av felagsskapi, áliti, sambandi og stuðli millum luttakandi partar. Samanhaldið í Norðurlondum er bygt á felagsskapin, sum vit saman vilja taka hond um, og at vit deila virðir, sum líkjast okkara. Samanhald snýr seg um at stuðla hvørjum øðrum – bæði í góðum og tungum tíðum. Tað er bygt á álit og virðing fyri hvørjum øðrum.
Við at seta samanhald á breddan fyri Norðurlendsku bókmentavikuna, vóna vit at skapa rúm fyri, at vit í tekstunum kunnu møtast um samanhaldið landanna millum. Vit vóna, at Norðurlendska bókmentavikan kann vera høvi til at práta um tað, sum bindur okkum saman og til at skapa tættari bond tvørturum landamørk. Tað er okkara vón, at Norðurlendska bókmentavikan kann vera eitt høvi at tosa um samanhald í Norðurlondum, og at kjakast um tað, sum mennir samstarvið í øllum Norðurlondum.
Ársins bók til sólarris: Ein hundur, ein ketta og ein mús (2004) eftir Bárð Oskarsson
Her hitta vit ein hund, eina kettu og eina mús, sum hava gjørt av at flyta saman sum vinir. Tað riggar í eina tíð. Men ein blandingur av keðsemi og illneitan ger ein enda á øllum. Fyri at halda fram við at búgva saman, noyðast tey at tosa saman um trupulleikarnar sínámillum. Hóast ymiskleikar og ósemjur hava tey tað hugnaligt saman, og tey gera av at halda fram við at búgva saman.
Bárður Oskarsson er ein av okkara virknastu høvundunum, sum hevur fingið hópin av virðislønum fyri sínar barnabøkur. Hann hevur í fleiri umførum verið í uppskoti til Barna- og ungdómsbókmentavirðisløn Norðurlandaráðsins, og í 2018 vann hann virðislønina fyri myndabókina Træið.
Ársins bók til skýmingarløtuna: Andvekur (2007) eftir Jon Fosse
Í Andvekur valla Alida og Asle runt í Bjørgvin, meðan tey leita sær eftir húsi og arbeiði. Alida er komin at eiga, men eingin vil taka ímóti teimum og veita teimum skjól. Støðan gerst alsamt vónleysari, sum tey ganga úti í regninum, meðan myrkur og kuldi legst yvir tey. Við sær bera tey minnini um eina eydnusamari tíð, tá tey hittust á fyrstan tíð og gjørdust góð alt fyri eitt. Men øll minnini eru ikki eydnusom. Gjøgnum afturlit fáa vit innlit í, hvussu hesi bæði eru endað einsamøll í verðini.
Andvekur er fyrsti partur av trípartsbindinum Trilogien, sum Jon Fosse vann Bókmentavirðisløn Norðurlandaráðsins fyri í 2015. Andvekur er ikki útkomin á føroyskum, men Marna Jacobsen týðir tekstin til føroyskt í sambandi við bókmenravikuna.
Tað er ókeypis at luttaka á Norðurlendsku bókmentavikuni, føroyski samskiparin, Føroyar Lesa, eggjar øllum skúlum, stovnum, arbeiðsplássum og einstaklingum til at tendra eitt kertuljós og njóta eina løtu við upplestri við sólarris ella í skýmingini.
Tekstirnir verða tøkir á heimasíðuni hjá Norðurlendsku bókmentavikuni. Neyðugt er at melda til fyri at fáa atgongd til tekstirnar. Les meir á heimasíðuni hjá Norðurlendsku bókmentavikuni.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 17. september 2025
Heitið á nýggju bókini, sum inniheldur stuttlestrar ella andaktir, ið aloftast hava ein menniskjansligan, sosialan og etiskan tóna, er "Brekið og møguleikin"
Jógvan Fríðriksson biskupur gevur út nýggja bók.
Heitið á nýggju bókini er "Brekið og møguleikin". Bókin inniheldur stuttlestrar ella andaktir, ið aloftast hava ein menniskjansligan, sosialan og etiskan tóna, skrivar Fólkakirkjan.
Útgevari er Kirkjugrunnurin, og Føroyaprent hevur staðið fyri tí praktiska.
Bókin er 267 blaðsíður, og verður hon at fáa í sølubúðunum.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 19. september 2025
Ísrael vísir skuldsetingunum aftur, og mælir til, at kanningarnevndin verður niðurløgd
Ein óheft kanningarnevnd undir ST staðfestir nú, at Ísrael síðan oktober 2023 hevur framt fólkadráp í Gazageiranum við “ætlan um at oyða” palestinararnar í økinum.
Tað skrivar AFP tíðindastovan, sambært Ritzau.
- Vit eru komin tið ta niðurstøðu, at tað er fólkadráp, sum gongur fyri seg í Gaza, og at hetta heldur fram, og at ábyrgdin liggur hjá statinum Ísrael, sigur Navi Pillay, leiðari fyri óheftu altjóða ST-kanningarnevndina um mannarættindastøðuna í hersettu palestinsku økjunum við AFP.
Pillay er harumframt fyrrverandi ST-hákommiserur fyri mannarættindi, og hevur staðið á odda fyri altjóða dómstólinum fyri Rwanda.
Kanningarnevndin, sum hon stendur á odda fyri úttalar seg ikki vegna ST ella ST-aðalskrivaran.
Navi Pillay, kanningarleiðari (Mynd: EPA)
Nýggja frágreiðingin kemur til niðurstøðuna, at ísraelskir myndugleikar og herstyrkir síðan oktober 2023 hava framt "fýra av teimum fimm fólkadrápsgerðunum”, ið eru nevndar í fólkadrápssáttmálanum hjá ST frá 1948.
Gerðirnar eru “at drepa limir av (fólka)bólkinum, elva til álvarsligan likamligan ella sálarligan skaða av bólkinum, tilætlað gera seg inn á liviumstøðurnar hjá bólkinum og at seta í verk tiltøk, til tess at forða fyri føðingum í bólkinum”.
Kanningarnevndin sigur víðari, at ísraelar bæði í orðum og gerðum hava víst atburð, sum vísa ætlanir um at oyða palestinarar í Gazageiranum.
Frágreiðingin staðfestir eisini, at forseti Ísraels, Isaac Herzog, Benjamin Netanyahu, forsætisráðharri og Yoav Gallant, fyrrverandi verjumálaráðharri, hava ”eggjað til fólkadráp".
Harumframt hava ísraelsku myndugleikarnir ikki “tikið stig til at revsa hesa eggjan”.
Í mai í fjør sendi altjóða revsirætturin ICC út boð um at handtaka Netanyahu og Gallant fyri krígsbrotsverk.
Tað vórðu eisini send út boð um at handtaka leiðarar hjá hernaðarliga palestinska Hamas-felagsskapinum. Men hesir leiðarar eru síðan dripnir av ísraelum.
Ísrael hevur staðiliga víst aftur niðurstøðuni, sum Navi Pillay og hennara kanningarnevnd er komin fram til.
Talan er um “ærumeiðandi orðaskvaldur”, sigur umboðið hjá Ísrael hjá ST í Geneve, sambært Reuters.
Í einum boðum frá ísraelska uttanríkisráðnum verður sagt:
- Ísrael vísir staðiliga aftur avbronglaðu og ósonnu frágreiðingini og mælir til, at henda kanningarnevndin í stundini verður niðurløgd.
Henda ST-kanningarnevndin er ikki ein løgfrøðiligur stovnur. Men tær frágreiðingar, sum hon kemur við, kunnu leggja diplomatiskt trýst á lond, og kunnu brúkast í møguligum komandi rættarmálum.
Seinastu tølini frá heilsumálaráðnum í Gasageiranum, har Hamas hevur sitið við valdið síðan 2007, siga, at næstan 65.000 fólk eru dripin í økinum síðan kríggið millum Hamas og Ísrael byrjaði í oktober 2023.
ST hevur lýst hungursneyð í pørtum av Gasageiranum.
Nógv tann størsti parturin av íbúgvunum í Gasa eru rikin frá hús og heimi minst eina ferð hetta tíðarskeiðið. Fleiri hópflytingar eru í gongd, nú meðan Ísrael roynir at fáa gamarhald á Gasa býi.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 16. september 2025
Talan er millum annað um langtberandi rakettir og ymist, sum kann nýtast til álop og mótálop eisini. Tað er russiska hóttanin, sum er høvuðsorsøkin: - Russland kann leypa á innan tvey ár, sigur Mette Frederiksen
Retorikkurin hjá donsku stjórnini við Mette Frederiksen á odda hevur í eina tíð verið, at hóttarnir fyri friðin í Danmark og vesturheiminum sum heild ikki eru so langt burtur.
Hetta varð eisini staðfest í vikuni, tá forsætisráðfrúan hevï tíðindafund
- Russland "testar" okkum og okkara samanhald. Tað er als ikki ósannlíkt, at Russland innan tvey ár kann leypa á Nato-lond og millum annað í Eystrasalti. Og tað verður ein hóttan fyri okkum leingi - tíverri.
Tað snýr seg tískil at standa ímóti, sigur Mette Frederiksen, og tað eru ikki hissini ætlanir, sum danska stjórnin legði fram.
- Hetta er ein broyting í hugsarnarháttinum um okkara verju. Og ein avgerð tikin, bygt á prinsippir.
Danmark skal á fyrstu sinni byggja ein hernaðarkapasitet upp, sum millum annað byggir á tað, sum verður nevnt "langtrækkende præcisionsvåben". Tað eru nøkur serstøk vápn, sum røkka langt og sum eisini kunnu til álop og mótálop eisini.
Verjumálaráðharrin Troels Lund Poulsen (V) sigur, at her er bæði talan um ymiskar rakettir og dronur.
Viðmerkjarar, sendifólk og onnur staðfesta, at hetta eru nýggjar tíðir: Danmark fer ikki bert at sita á hondunum - landið skal í størri mun hava neyðugu tilbúgvingina, um verulig álop koma.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 17. september 2025
Heimildarfilmur um norsku prinsessuna og mann hennara, shamanin Durek Verrett, kann nú síggjast á Netflix
Enn einaferð er órógv kring norska kongshúsið. Hesaferð tí, at Netflix nú vísir ein heimildarfilm um elstu dóttrina hjá kongi, Märta Louisu prinsessu og shaman-mann hennara, Durek Verrett.
“Rebel Royals: An Unlikely Love Story”, kallast heimildarfilmurin, ið kann síggjast á Netflix í dag.
Filmurin er um prinsessuna Märta Louisu, og annan mann hennara Durek Verrett.
Tað kongaliga hevur ein stóran leiklut í filminum, og longu eftir tveir minuttir trónar kongsborgin fram í dokumentarinum. Hetta verður mett at vera í stríð við avtaluna, sum Märta Louise prinsessa, gjørdi við pápa sín, Harald kong, í 2019.
Tá varð avgjørt, at prinsessan ikki skuldi brúka sítt prinsessuheiti í vinnuligum, ella kommersiellum, endamáli, eins og at hon ikki skuldi brúka sítt tilknýti til kongshúsið á sínum sosialu miðlum, í miðlaframleiðslu ella í sambandi við vinnuligt virksemi.
Og tað er júst tað, sum prinsessan ger í filminum, har hennara uppvøkstur sum prinsessa spælir ein týðandi leiklut.
Heimildafilmurin fylgir prinsessuni og sjálvútnevnda shamaninum, Durek Verrett, í tíðini upp til brúdleyp teirra, ið varð hildið í Geiranger í august í fjør.
Undan frumsýningini hevur filmurin skapt stórt kjak í Noregi, har tað verður gjørt nógv burturúr, at filmurin er eitt greitt brot á avtaluna, sum kongur gjørdi við dóttur sína.
Annus horribilis
Sostatt legst hesin filmurin seg afturat hesum ræðuliga árinum – annus horribilis – sum norska kongshúsið hevur upplivað í ár. Fyrst við álvarsligu lungnasjúkuni hjá Mette-Marit krúnprinsessu og síðan alt rokið kring son hennara, Marius Borg Høiby, frá fyrru giftu hennara, sum nú er ákærdur fyri fleiri álvarslig brotsverk, eitt nú fýra valdstøkur. Rættarmálið byrjar í 2026.
Kongsfamiljan er ikki við beinleiðis í heimildarfilminum, og undir brúdleypinum í fjør bóru tey seg undan av verða filmað av myndafólkunum frá Hello! Magazine og Netflix, sum brúðarparið hevði selt myndarættindini til.
Men í filminum, sum er hálvanannan tíma til longdar, verða kongshjúnini nevnd fleiri ferðir, eins og bæði eldri og nýggjari upptøkur verða brúktar í filminum.
Í einum føri í filminum sæst eitt nú Haakon krúnprinsur, ið er lítlibeiggi Märta Louisu, tosa við Durek Verrett á eini veitslu, ið verð hildin undan brúdleypinum í fjør.
Harumframt eru upptøkur av kongsborgini í Oslo eitt gjøgnumgangandi tema, og Durek Verret fortelur um tá hann fyrstu ferð møtti kongshjúnunum.
- Tá eg hitti drotningina og kongin, sótu tey bara og stardu at mær, sigur hann í filminum.
Norska kongshúsið hevur enn ikki havt viðmerkingar til filmin, skrivar dr.dk.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 16. september 2025
Jimmy Kimmel fór ov langt í sínum kritikki av forsetanum í sendingini mánadagin
Amerikanska sjónvarpsstøðin, ABC, avlýsir nú sendingarnar “Jimmy Kimmel Live!” í óavmarkaða tíð.
Hetta hendi eftir eina útsøgn hjá vælumtókta sjónvarpsvertinum í sendingini mánadagin, sum snúði seg um drápið á konservativa aktivistin Charlie Kirk,
Fleiri amerikanskir miðlar skriva, at miðlafelagið Nexstar Media Group stutt eftir upplýsti, at sendingarnar hjá Kimmel ikki verða at síggja á teimum 32 ABC-støðunum.
- Viðmerkingarnar hjá Kimmel um deyða Kirks vóru ágangandi og kensluleysar í eini sárbærari tíð fyri politiska kjakinum í okkara landi, segði Andrew Alford, ið er stjóri fyri sjónvarpsstøðunum hjá Nexstar, sambært Reuters.
Óvist er, júst hvørji orð tað vóru, sum fingu bikarið at flóta yvir, men í einarøðuni hjá Kimmel mánadagin viðmerkti hann stríðið um narrativið – frásøgnina – viðvíkjandi tí skuldsetta í Charlie Kirk-málinum og hansara politisku sannføring, sum gongur fyri seg í løtuni.
- Vit raktu nøkur lágpunkt um vikuskiftið, har MAGA-bandin royndi at lýsa unga mannin, sum drap Charlie Kirk, sum alt annað enn ein av teirra – og brúktu alt tey kundu fyri at skora politisk stig upp á tað, segði Kimmel millum annað.
Eftir hetta gjørdi verturin gjøldur við forsetanum og vísti eitt klipp av Donald Trump, ið varð spurdur um hvussu hann hevði tað eftir at hava mist vin sín, Charie Kirk.
Trump svaraði, at hann hevur tað gott, og fór síðan beint yvir at tosa um lastbilarnar, sum vóru komnir til at gera veitsluhølið í Hvítu húsunum liðugt – sambært vertinum var forsetin als ikki merktur av missinum av Charlie Kirk.
Amerikanski forsetin, Donald Trump, fegnast um, at “Jimmy Kimmel Live!” nú er tikið av skrá.
- Fantastisk tíðindi fyri Amerika. Jimmy Kimmel Show, ið ikki hevur serliga nógvar hyggjarar, er avlýst. Til lukku ABC fyri loksins at hava dirvi til at gera tað, ið mátti gerast. Kimmel er talentleysur, hyggjaratølini enn vánaligari enn tey hjá Colbert – um tað yvirhøvur er gjørligt, skrivaði forsetin á Truth Social í nátt.
Stephen Colbert var vertur á "The Late Show With Stephen Colbert" á CBS, men eftir at hann í juli hevði at móðurfelagnum hjá sjónvarpsstøðini, Paramount, fyri at hava gjørt semju við Donald Trump, var eisini hansara show tikið av skrá – og Colbert fekk sekkin.
Donald Trump hevur í óteljandi dagføringum á sosialu miðjunum gjørt vart við, at honum als ikki dámar Jimmy Kimmel og hansara skemt. Hann hevur fleiri ferðir sagt, at hann átti at fingið sekkin frá sjónvarpsstøðini, hann hevur arbeitt fyri við sínum “Jimmy Kimmel Live!” síðan 2003.
Stephen Colbert
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 18. september 2025
Ongantíð áður hevur Japan havt so nógvar íbúgvar, sum eru 100 ár ella eldri – av teimum nærum 100.000, sum eru fyltir 100 ár, eru 88 prosent kvinnur
Ongantíð áður hevur Japan havt so nógvar íbúgvar, sum eru 100 ár ella eldri.
Sambært japanska heilsumálaráðnum finnast í løtuni 99.763 japanarar, sum eru fyltir 100 ár. 88 prosent av teimum eru kvinnur.
Japan hevur eisini hægsta livialdurin. Hildið verður, at orsøkin til hetta er, at færri fólk í Japan doyggja av hjartasjúkum og vanligum krabbasjúkum sum bróst- og prostatakrabba í mun til aðrastaðni. Her spælir sunnur kostur og rørsla eisini ein leiklut, skrivar BBC.
Elsti persónur í Japan í løtuni er 114 ára gamla Shigeko Kagawa. Elsti maður í Japan er 111 ára gamli Kiyotaka Mizuno.
Tá japansku myndugleikarnir byrjaðu at skráseta fólk, sum vóru farin uppum 100 ár, í 1963, vóru 153 fólk í Japan, sum vóru fylt 100. Í 1981 var talið komið uppá 1.000, og í 1998 var talið 10.000.
Í apríl 2025 búðu 123,4 milliónir fólk í Japan.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 15. september 2025
Býráðið samtykti hóskvøldið eitt tilboð uppá góðar 13,6 millióniur krónur við el-ruskbilum. Tað verður galdandi frá 1. oktober 2026
Talan er um eitt tilboð uppá góðar 13,6 milliónir krónur fyri ruskinnsavnan við el-ruskbilum. Nýggi sáttmálin skal byrja 1. oktober 2026 og er galdandi fyri 12 ár.
Tríggir arbeiðstakarar góvu tilsamans fimm tilboð um ruskinnsavningina – trý tilboð við el-ruskbilum og tvey tilboð við diesel-ruskbilum. Tilboðið hjá Spf. Landleiðini var tað lægsta við el-ruskbilum.
Verandi sáttmáli, sum Tórshavnar kommuna hevur við IR-Lastbilar um ruskinnsavning í Tórshavnar kommunu, gongur út 30. september 2026.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 18. september 2025
Battaríkapasiteturin í meginøkinum skal styrkjast, og fyri at kunna gagnnýta vindorkuna í meginøkinum betur, verður battaríkapasiteturin nú víðkaður á Sundi
Articon hevði lægsta boð upp á byggiarbeiðið, meðan MR-El hevði lægsta boð upp á elarbeiðið og Tangavirkið vann útboðið upp á HVS-arbeiðið.
Arbeiðið at byggja battaríhøll, sum skal hýsa nýggju battarískipanini og synkronkompensatorinum, sum kemur afturat, byrjar í næstum og væntast liðugt í juni 2026, og kostnaðurin er 24,7 milliónir krónur.
Tøkniliga útgerðin, t.e. battarískipan á 18MW, synkronkompensator, transformarar og 10kV anlegg er bílagt, og tá byggiarbeiðið er liðugt, væntandi í juni komandi ár, kann arbeiðið við at seta tøkniligu útgerðina upp og til byrja.
Eftir ætlan verður klárt at royndarkoyra á heysti 2026 og klárt at seta í rakstur um ársskiftið 2026/27. Samlaði kostnaðurin væntast at verða 127 milliónir krónur.
- Hetta er eitt stórt stig á leiðini at fáa enn meira burtur úr vindorkuni í meginøkinum, sigur Haraldur S. Hammer, nevndarformaður í Sev.
- Vit hava góðar royndir úr Suðuroy, har tað í fjør bar til at koyra 100 prosent við vindorku og battaríum á elnetinum í tilsamans 110 samdøgur, og málið hjá okkum er at kunna gera tað sama í meginøkinum í 2027. Tvs. koyra við 100 prosent vindorku á elnetinum í tíðarskeiðum, tá nóg mikið av vindi er tøkt.
Tórbjørn Jacobsen, formaður í bygginevndini hjá Sev, skrivaði undir sáttmálarnar.
Kelda: SEV
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 15. september 2025
Runavíkar kommuna roynir at hvessa sær grøna profilin
Runavíkar kommuna hevur hesi seinastu árini lagt seg eftir at hvessa sær grøna profilin á orkuøkinum. Í vikuni skrivaðu umboð fyri Leitisstein og borgarstjórin, fyri ávikavíst Pf. Leitisstein og Runavíkar kommunu, undir avtalu um at skipa so fyri, at skúlin í Søldarfirði frameftir verður hitaður við jarðhita.
Skúli verður ikki hildin í bygninginum longur, ístaðin virkar hann í dag sum vøggustova og miðstøð hjá taekwondo-ítróttini.
Avtalan, sum partarnir nú hava undirritað, ber við sær, at trý jarðhol skulu borast. Hartil kemur grevstur, tyrving og asfaltering. Niðurtøka og burturbeining av skorsteini og oljutanga. Niðurtøka av gomlu hitaskipanini og gjøgnumskoling av sentralhitaskipanini. 36kw hitapumpa við 1000L buffaratanga, 30 kw el-patrón og tilfar. Arbeiðsløn HVS – prosjektleiðsla og samskipan og tilfar og arbeiðsløn EL. Kostnaðurin fyri alt arbeiðið liggur nakað oman fyri 900.000 krónur.
Seinastu fýra árini hevur oljurokningin fyri Søldarfjarðar skúla ligið ímillum 100.000 og 133.000 krónur árliga. Annars er bygningurin umvældur í stigum hesi seinastu árini, og enn er nakað eftir at gera, áðrenn komið er á mál.
Viðvíkjandi grønum loysnum kann nevnast, at nú svimjihøllin verður tikin í nýtslu seinri í ár, verður hon saman við restini av Bylgjuni hitað upp við jarðhita frá 30 holum, størsta jarðhitaskipan í Føroyum higartil. Skúlin á Glyvrum og býráðssalurin í grannalagnum verða eisini hitaðir upp við jarðhita úr heitu kelduni, sum Jarðfeingi og Runavíkar kommunu í felag rendu seg í einari felags verkætlan. Keldan er har á leið sum Glyvra Bio einaferð stóð.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 17. september 2025
Søtur 3-0 sigur í botnbrakinum á FC Suðuroy. Síðstu fimm umførini skulu suðuroyarfeløgini stríðast fyri at fáa 07 Vestur aftur
Fyri aðru ferð uppá trý umfør vann 07 Vestur 3-0 á suðuroyarfelagi í botnuppgerð. 07 Vestur hevði tapt hinar báðar dystirnar móti FC Suðuroy í ár, men sunnudagin kom søtur og kærkomin sigur til høldar í Vági.
Sigurin var fult uppiborin, og hóast FC Suðuroy javnt skapti vandastøður, so vóru teir á heimaliðnum ikki nóg hvassir í og kring brotstieigin hjá 07 Vestur.
Teir á útiliðnum vóru hugsavnaðir og syrgdu longu fyrsta korterið fyri góðum útgangsstøði - ja, tað vóru ikki spæld meira enn 23 sekund, so lá bólturin í málinum hjá FC Suðuroy. Tað var eitt málverjumistak, sum varð revsað við kassa eitt: Silas Gaard setti bóltin í netið.
Maðurin, sum legði upp, skoraði sjálvur í 16. minutti. Hetta var eftir góðan túr hjá eyðsýnda Mikkel Hyllegaard í vinstru. Skjóti danin legði innfyri, og Tobias Giusti økti. Í 2. hálvleiki var Hyllegaard aftur uppá spæl. Hesaferð í høgru og hesaferð fann hann innskifta Lukas Giessing, ið var kaldur. 0-3 og dysturin punkteraður.
Hoyr samrøður við umboð frá 07 Vestur og FC Suðuroy her
Hetta er eisini í nærum tøkum tíma hjá 07 Vestur. Talan var um seinasta inannhýsis dystin hjá Micheal Schjønberg og hansara monnum í botnstríðnum. Um hugt verður eftir restini av dystarskránni, so eru tað serliga seinastu tvey umførini - úti móti B68 og heima móti EB/Streymi - at 07 Vestur hevur góðan møguleika at vinna sær fleiri stig.
Hetta verður neyðugt, tí TB og FC Suðuroy hittast um tvær vikur, sunnudagin 28. september. Tá eru báðir uppflytararnir kroystir at vinna.
TB helt sunnudagin nullinum í 48 minuttir móti NSÍ, men síðani skoraði heimaliðið trý mál við Løkin.
B68 vann í fyrsta dystinum undir Fróða Benjaminsen. Talan var um 2-0 sigur á Eiði, har bæði málini komu í 2. hálvleiki.
Leygarkvøldið var grannauppgerð í Gundadali millum HB og B36. Dysturin endaði javnt, 2-2.
Og mánakvøldið spældu KÍ og Víkingur málleysan javnleik í Klaksvík.
Betrideildin 22. umfar
Sunnudagin 14. september
FC Suðuroy 07 Vestur 0-3 (0-2)
01' 0-1 Silas Gaard (Tobias Giusti)
16' 0-2 Tobias Giusti (Mikkel Hyllegaard)
65' 0-3 Lukas Giessing (Mikkel Hyllegaard)
NSÍ - TB 3-0 (0-0)
49' 1-0 Aron Knudsen (Brandur Hendriksson Olsen)
54' 2-0 Klæmint Andrasson Olsen (Brandur Hendriksson Olsen)
86' 3-0 Emil Weihe Joensen (Michal Przybylski)
EB/Streymur - B68 0-2 (0-0)
48' 0-1 Patrick Mensah (Marjus Nón)
76' 0-2 Sebastian Lau Nielsen (Emanuel Kulego)
HB - B36 2-2 (1-0)
21' 1-0 Emil Grøn Pedersen, brotsspark
55' 1-1 Ragnar Samuelsen (Marius Kryger Lindh)
69' 1-2 Ragnar Samuelsen (Pætur Petersen)
86' 2-2 Lassana Faye (Heðin Hansen
Sí myndir frá dystinum millum HB og B36 her
Mánadagin 15. september:
KÍ - Víkingur 0-0
Støðan:
KÍ 57 stig
NSÍ 51 stig
HB 49 stig
Víkingur 34 stig
B36 32 stig
EB/Streymur 24 stig
B68 23 stig
07 Vestur 13 stig
FC Suðuroy 13 stig
TB 11 stig
Komandi dystir:
Fríggjakvøldið 19. september: B68 - NSÍ
Leygardagin 20. september kl. 17: HB - FC Suðuroy
Sunnudagin 21. september kl. 14.15: TB - B36
Sunnudagin 21. september kl. 15: KÍ - EB/Streymur
Sunnudagin 21. september kl. 15: Víkingur - 07 Vestur
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 14. september 2025
Emil Grøn Pedersen úr HB varð sunnudagin kosin til besta spælara í Betrideildini hjá monnum í august
Fyri fyrstu ferð, síðani farið varð undir at velja besta spælara í mánaðinum, hevur ein útlendingur fingið heiðurin.
Tað var í Gundadali sunnudagin, undan dystinum millum HB og B36, tá Emil Grøn Pedersen úr HB var kosin til besta spælara í august mánað.
Emil Grøn Pedersen kom til føroyskan fótbólt í fjør, tá hann í 26 landskappingardystum skoraði 9 mál fyri 07 Vestur. Undan kappingarbyrjan í ár komu boð úr HB eftir norska áleyparinum, og hingartil hevur hann skotið 13 mál í 21 dystum í Betrideildini.
Tað eru landsliðsvenjarar, fjølmiðlar og viðmerkjarar, ið velja besta spælara hvønn mánað, og tá talt var saman hesa ferð hevur Emil Grøn Pedersen fingið nógv flestar atkvøður. Nummar tvey og trý vóru Árni Frederiksberg og Klæmint Andrasson Olsen.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 15. september 2025
Royndi føroyski dómarin stýrdi í miðjuni, tá føroyingafelagið vann 3-0 á Esbjerg. Ungi skálamaðurin, Djóni Jacobsen, var annar av hjálpardómarunum
Tá Hillerød sunnudagin sannførandi vann oddadyst í næstbestu donsku deildini, var tað í heldur serstøkum umstøðum sæð við føroyskm brillum.
Adrian Justinussen og Poul Kallsberg byrjaðu báðir inni hjá Hillerød, og spældu ávikaviskt 74 og 60 minuttir. Adrian skoraði málið til 2-0 í 3-0 sigrinum á Esbjerg. Talan var um eitt frálíkt langskot og mál nummar fimm hjá toppskjúttanum í deildini.
Framtíðin hjá føroyska landsliðsvonginum í Hillerød er óviss, men í løtuni ger hann stóran mun
Adrian Rúnason Justinussen búði síni fyrstu ár í Gøtu. Tað var eisini ein gøtumaður, ið dømdi hendan dystin.
Kári Jóannesarson á Høvdanum hevur verið altjóða dómari, og er royndur dómari í Føroyum. Sunnudagin var hann í Helsingør, har Hillerød í løtuni hevur nakrar heimadystir. Hetta sum partur av norðurlendska dómarasamstarvinum. Vit síggja inn ímillum dómarar úr Skandinavia, umframt Finnlandi og Íslandi, døma føroyskar dystir.
Hesaferð passaði Kári á Høvdanum floytuna. Talan var um ein ódramatiskan dyst, hóast hetta var oddadystur: Hillerød var á odda 2-0 eftir 16 minuttir og skoraði til 3-0 beinanvegin í 2. hálvleiki. Føroyski dómarin noyddist ongantíð í lumman eftir kortunum.
Djóni Jacobsen var annar av hjálpardómaranum. 23-ára gamli skálamaðurin hevur seinastu árini verið á linjuni til nógvar dystir í Føroyum - eisini stórar dystir.
Hóast tað er ógvuliga óvanligt, at føroyskir dómarar "raka" dystir við føroyingum uttan fyri landoddarnar, so er tað ikki fyrstu ferð hjá Kára á Høvdanum. Tá Gilli Rólantsson Sørensen spældi við Brann í Europa League-dysti móti Shamrock Rovers, hevði gøtumaðurin floytuna.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 16. september 2025
HB tapti fyri Víkingi sunnudagin, men er í finaluni. KÍ vann samanlagt stórt á Skála. Steypafinalan hjá kvinnum veður spæld 27. september. Hetta verður ein endurtøka av 2022-finaluni
NSÍ hevur vunnið steypakappingina hjá kvinnum seinastu tvey árini.
Í ár feldi HB núverandi greipuvinnarnar í fjórðingsfinalunum, og eftir eina frálíka fyrru hálvfinalu (3-0 sigur í Sapugerði) bilti tað einki fyri HB, at Víkingur vann 1-0 í Gundadali sunnudagin.
Hanna Isaksen Højgaard skoraði í 34. minutti, og HB-liðskiparin Sunniva Willemoes fekk beinleiðis reytt kort eftir ein tíma. Tað varð nakað heitt í Gundadali tá, men HB helt fast og skal spæla steypafinalu 27. september.
KÍ vann 7-0, tá Skála vitjaði sunnudagin, og lat harvið ongan iva um, at tær í bláum skulu í steypafinaluna.
Fyrra hálvfinalan endaði 3-1 til stórfavorittarnar, og harvið vann KÍ 10-1 samanlagt.
Harvið skulu KÍ og HB spæla steypafinalu um 13 dagar, leygardagin 27. september. Liðini hittust eisini í finaluni í 2022. Tá vann KÍ 2-1.
Steypakappingin kvinnur, 2.hálvfinala
Sunnudagin 14. september
HB - Víkingur 0-1 (0-1) Samanlagt 3-1
34' 0-1 Hanna Højgaard (Rakul Sørensen)
Reytt kort: 61' Sunniva Willemoes
KÍ - Skála ÍF 7-0 (4-0) Samanlagt 10-1
05' 1-0 Tóra Mohr
08' 2-0 Tórunn Joensen
19' 3-0 Tóra Mohr
40' 4-0 Durita Hummeland
56' 5-0 Tóra Mohr
61' 6-0 Durita Hummeland
87' 7-0 Maria Johansen
Komandi dystir í Betri deildini, FM-bólkurin:
Sunnudagin 21. september kl. 12: KÍ - HB
Sunnudagin 21. september kl. 12.15: Víkingur - NSÍ
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 14. september 2025
B36 gjørdi bart, og vann tríggjar av fýra steypafinalum, sum árstalsfelagið tók lut í farna vikuskiftið, meðan Víkingur og Skála vunnu hvør sín steypasigur
Tá klokkan nærkaðist níggju leygarkvøldið kom eitt drúgvt, stuttligt og spennandi steypafinaluvikuskifti at enda. Í alt seks steypafinalur vóru á skránni, og stóri vinnarin var B36, sum vann fýra av fimm finalum, sum árstalsfelagið tók lut í.
Lagt var fyri fríggjakvøldið, tá B36 vann 3-0 á AB í steypafinaluni hjá U21, og síðani vórðu fimm finalur spældar leygardagin. Emil Hansen, Elias Johannesen og Tobias Hansen skoraðu málini.
Samanlagt vann B36 fýra steypafinalur, meðan Víkingur og Skála vunnu hvør sín steypasigur.
U13 dreingir
Leygardagurin byrjaði við finaluni hjá U13 dreingjum, sum var ímillum Víking og B36. Úrslitið gjørdist 4-1 til B36, sum var á odda 3-1 í hálvleikinum.
Hjalti Rógvason skoraði tvey mál, meðan Filip Andreasen og Jógvan Bárðarson gjørdu hvør sítt. Málið hjá Víkingi skoraði Sámuel Amkelani Skoradal.
Aftaná dystin var Hjalti Rógvason valdur til dagsins spælara.
U13 gentur
Í steypafinaluni hjá U13 gentum var tað eisini B36, ið var omaná. Í finaluni vann árstalsfelagið 2-1 á 07 Vestur.
Liðini løgdu bragdliga fyri við málskjótingini, tí longu í fimta minutti legði Inga Josefina Selfoss 07 Vestur á odda. Lítla løtu seinni javnaði Ró Apolonia Hansdóttir, og tá eitt lítið korter var spælt var ein 07 Vestur spælari óheppin at beina bóltin í egið mál, og so var 2-1 til B36.
Fleiri mál komu ikki, og so fór B36 avstað við triðja steypasigrinum á rað. Aftaná dystin var Ró Apolonia Hansdóttir vald til dagsins spælara.
U15 dreingir
Í finaluni hjá U15 dreingjum vóru tað aftur Víkingur og B36, ið brustu saman, og hesaferð hilnaðist betri hjá teimum ljósabláu. Úrslitið gjørdist 2-1 til Víking.
Dagsins spælari, Emil Ludvig Jacobsen skoraði bæði málini fyri Víking, meðan málskjúttin hjá B36 var Filip Bendix Laursen.
U16 gentur
Í fjórðu steypafinaluni sum varð spæld leygardagin var eingin ivi. Skála, ið eisini er greitt oddalið í landskappingini, vann 4-0 á FC Hoyvík.
Dagsins spælari, Sara Benjaminsen legði tær appelsingulu á odda 1-0 og 2-0, Lilja Dam Jacobsen økti til 3-0, áðrenn Sara Benjaminsen fýra minuttir fyri leiklok staðfesti sigurin.
U17 dreingir
Fyri triðju ferð leygardagin stóðu B36 og Víkingur yvir av hvør øðrum í einari finalu, og fyri fjórðu ferð hetta vikuskiftið stóð B36 eftir við steypasigrinum.
Dysturin var tættur og spennandi, men tá avtornaði vunnu teir hvítu úr Havn 2-1. Bjarti Hansen legði B36 á odda tá hálvur tími var farin, og seinni hálvleikur var bara tveir minuttir gamal, tá Axel Holm Simonsen økti til 2-0.
Eitt stórt korter fyri leiklok birti Emil Ludvig Jacobsen eina lítla vón fyri teir ljósabláu, og síðstu løtuna løgdu Víkingarnir nógv fyri fyri at javna. Men ungu B36-ararnir stíddust manniliga, og so endaði enn eitt steyp í B36-húsinum,
Aftaná dystin var Heini Sólheim Guttesen úr B36 valdur til dagsins leikara.
Nógvir áskoðarar
Sum heild eydnaðist steypafinaluvikuskiftið sera væl, og samanlagt vóru eini 1.500 til 2.000 áskoðarar á Tórsvølli fríggjakvøldið og leygardagin.
Komandi leygardagin, 27. septembur, verður steypafótbóltur aftur at síggja á Tórsvølli, tá steypafinalurnar hjá kvinnum eru á skránni.
Sí øll 21 málini í ungdómsfinalunum
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 14. september 2025
Hoyvíkskvinnur vunnu 37-20 móti StÍF í fyrsta dystinum hetta kappingarárið
Hondbóltskappingin í bestu deildini hjá bæði kvinnum og monnum byrjaði farna vikuskiftið.
Í SMS-deildini við kvinnum var fult umfar. Favorittarnir H71, Kyndil og Neistin vunnu trygd tínar dystir. Eitt sindur meira óvæntað var tað kanska, at EB vann sín fyrsta dyst í ár.
Sí myndirnar frá dystinum millum StÍF og H71 her
Úrslitini í fyrsta umfari:
StÍF - H71 20-37 (12-17)
Toppskorarar: Eyðbjørg Kallsberg 4 mál - Rakul Christiansen ogElida Joensen, H71, 7 mál
Stjørnan - Neistin 12-22 (6-18)
Toppskorarar: Jancy Jógvansdóttir Poulsen, Stjørnan, 6 mál - Ró Reginsdóttir, Neistin og Helena Dahl Magnusardóttir 7 mál
EB - VB 26-22 (14-7)
Toppskorarar: Nadja Pejovic, EB, 8 mál - Krista Mohr Leo, VB, 5 mál
Kyndil - VÍF 37-29 (16-15)
Toppskorarar: Turið Arge Samuelsen, Kyndil, 12 mál - Rakul Borgarlíð Joensen og Lív Sveinbjørnsdóttir Poulsen, 9 mál
Komandi dystir
Mikukvøldið 24. september kl. 19: Stjørnan - EB í KÍ-høllini
Mikukvøldið 24. september kl. 20: StÍF - Kyndil í høllini á Skála
Hóskvøldið 25. september kl. 19: Neistin - VÍF í høllini á Hálsi
(Myndir: Sveri Egholm)
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 13. september 2025
Hoyvíkingar vunnu 32-27 móti strandingum í ársins fyrsta landskappingardysti hjá monnum
Burndeildin í hondbólti við monnum byrjaði eisini farna vikuskiftið. Kappingin byrjaði leygardagin við dysti á Skála leygardagin millum StÍF og H71. Tað gjørdist til ein lutfalsliga tryggan sigur til unga liðið úr Hoyvík.
Sunnudagin vóru tveir dystir. Neistin vann trygt í Klaksvík, og meistararnir úr Kyndli líka so trygt heima móti VÍF.
Úrslitini farna vikuskiftið:
StÍF - H71 32-27 (15-17)
Toppskorarar: Pauli Rasmussen, StÍF, 12 mál - Høgni Heinason, H71, 8 mál
Team Klaksvík - Neistin 22-30 (10-15)
Toppskorarar: Jens Pauli Poulsen, Team Klaksvík, 8 mál - Gilli Reginsson, Neistin, 5 mál
Kyndil - VÍF 34-23 (17-13)
Toppskorarar: Ovi Lützen, Kyndil, 7 mál - Djóni Bárðarson Nielsen, VÍF, 6 mál
Myndir frá dystinum millum StÍF og H71 her
(Myndir: Sverri Egholm)
Komandi dystir
Leygardagin 20. september kl. 18: Team Klaksvík - KÍF í KÍ-høllini
Sunnudagin 21. september kl. 16: Neistin - VÍF í høllini á Hálsi
Sunnudagin 21. september kl. 16: StÍF - Kyndil í høllini á Skála
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 13. september 2025
Vága kommuna fyrireikar seg til at hýra bæði innandura og uttandura flogbólt á oyggjaleikunum í 2027
Arbeiðið gongur væl við at gera nýggja strandaflogbóltsvøllin á Valloyruni í Sandavági kláran til oyggjaleikirnar í 2027.
Gjørt verður nú klárt til at stoypa kantarnar, og ljósi og góði sandurin, sum er serliga væl egnaður til strandaflogbólt, og sum longu er komin til landið, verður skjótt fyltur inn á vøllin. Hetta er ein spennandi og sjónlig verkætlan, sum fer at seta sítt serliga dám á ítróttaøkið í kommununi.
Endamálið er at skapa bestu karmar fyri ítrótt og ungdóm í kommununi – bæði við atliti til komandi oyggjaleikir og sum íkast til eitt fjølbroytt og livandi ítróttaumhvørvið í Vágum. Vøllurin verður gjørdur sambært altjóða krøvum og skal tryggja dygdargóðar umstøður til bæði kappingar og venjingar fram ímóti oyggjaleikunum.
Um somu leið sum arbeiðið fer fram við strandaflogbóltsvøllinum í Sandavági, eru eisini fyrireikingar í gongd í ítróttarhøllini á Giljanesi. Høllin skal, saman við høllini á Kambsdali, hýsa innandura flogbólti til oyggjaleikirnar í 2027.
Ítróttahøllin dagførast til oyggjaleikir
Vága kommuna arbeiðir nú við at dagføra høllina við millum annað nýggjari ljóðútgerð, so hon lýkur altjóða krøvini, ið skulu til fyri at kunna hýsa stórum kappingum. Hetta er ein íløga, sum ikki bert er ætlað oyggjaleikunum, men sum eisini fer at geva betri karmar til dagligt virksemi, lokalar kappingar og tiltøk í framtíðini.
- Hetta eru stórar íløgur fyri okkara kommunu, men gleðin er líka stór at kunna hýsa hesum ítróttargreinum, og vit takka oyggjaleikanevndini og Flogbóltsambandi Føroya fyri álitið, sigur Bjarni Prior, borgarstjóri í Vága kommunu.
Kommunan gleðist eisini um tann vøksturin, sum er í flogbólti í Vágum. Tað er eitt týðandi tekin um, at góðir karmar gera mun, at trý ung fólk úr økinum í summar hava kappast í altjóða kappingum fyri Føroyar á U18-landsliðunum í strandaflogbólti.
Kommunan er spent og gleðir seg til at taka ímóti leikarum og áskoðarum og vísa fram bæði góðar karmar, náttúruvakrar umstøður og eitt virkið og framfýsið ítróttaumhvørvi í Vágum.
Ætlanin er at innvíga strandaflogbóltsvøllin í oktober 2025, í sambandi við ABC-vikuna, tá Virkin Oktober er á skránni í Vága kommunu.
Tíðindaskriv frá Vága kommunu
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 17. september 2025
Hetta var fyrstu ferð, at ein føroyingur hevur verið til altjóða kapping í tillagaðum judo
Farna vikuskifti kappaðist Jórun Mai Smith í EJU Get Together Tournament í Gdańsk í Polandi.
Tað var evropiska judosambandið, sum skipaði fyri. Øll sum hava rørslutarn, menningartarn ella eru blind/sjónveik, kundu luttaka.
Talan var um eina søguliga luttøku, tí sum Parasport Føroyar skrivar, so var tað fyrstu ferð, at ein føroyingur hevur kappast í altjóða kapping í tillagaðum judo.
Jórun Mai Smith hevur downsyndrom, og venur til dagliga í Havnar Judofelag. Har hevur hon vant seinastu árini, og tað hevur givið úrslit. Jórun Mai stóð seg í øllum førum væl í Polandi.
Føroyski íðkarin vann tveir av sínum dystum og endaði við bronsheiðursmerki.
Við sær sum venjara, hevði Jórun Mai Smith Sannu Nolsøe Djurhuus.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 17. september 2025
Barba Jansdóttir Andreassen luttók farna vikuskiftið í heimsmeistarakappingini í olympiskari vektlyfting í Las Vegas
Farnu leygarnátt gjørdist Barba Jansdóttir Andreassen nummar sjey í heiminum í heimsmeistarakappingini í olympiskari vektlyfting í amerikanska býnum Las Vegas.
Barba luttók í aldursbólkinum 35–39 ár og í -63kg vektflokkinum.
Hon legði fyri við klárum málum um at betra síni bestu kappingarúrslit - 65kg í trekk, 82 kilo stoyt og 146 kilo í tveykampinum - og alt í alt kom hon væl á mál, skrivar Styrkifelagið Stoyt í tíðindaskrivi.
Trekk
Hon byrjaði trekkrøðina við sínum tyngsta opnara nakrantíð – 60 kilo – sum kom trygt upp um høvd. Í aðru roynd hevði hon 63 kilo, sum eisini gekk væl. Í triðju roynd bardist hon við 66 kilo, sum bert var 1 kilo undir hennara persónliga meti, men hetta lyftið gekk tíverri ikki. Besta trekkið gjørdist 63 kilo, sum rakk til eitt flott 7. pláss í trekkkappingini.
Stoyt
Í stoytunum byrjaði Barba eisini sterkt: Hon opnaði við 80 kilo, hennara tyngsti opnari nakrantíð, og hetta lyftið sat øgiliga væl. Hon royndi síðani 83 kilo á aðru roynd. Hóast at stongin kom uppá herðarnar, eydnaðist tað henni ikki at fáa stongina upp um høvd. Í triðju royndini lat hon einki liggja eftir og megnaði at lyfta tey 83 kilo, sum er javnt við hennara persónliga met og 1 kilo meira enn hon áður hevur lyft til kapping.
Tveykampurin
Við 63 kilo í trekk og 83 kilo í stoyt bleiv tveykampurin hjá Barbu til 146 kilo samanlagt – tað sama sum hennara besti tveykampur var til kapping frammanundan. 83 kilo í stoyt rakk til eitt flott 7. pláss í stoyt kappingini og 146 kilo rakk til eitt øgiliga flott 7. pláss í tveykampinum í hennara aldurs- og vektbólki.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 13. september 2025
Farna vikuskiftið varð kappast fyri FM í vegasúkkling
Startur og mál varð við Tjarnir í Hoyvík, og opnu bólkarnir hjá kvinnum og monnum súkklaðu 107 kilometrar við umleið 1.500 hæddarmetrum. Tey koyrdu leiðina Tjarnir-Svínáir-Saksun-Tjarnir.
Eldru bólkarnir hjá monnum koyrdu ein styttri tein á 80 kilometrar, sum fevndi um leiðina Tjarnir-rundkoyringina við Norðskálatunnilin-Tjarnir. Og U19 bólkurin hjá monnum koyrdi 53 kilometrar.
Okkara fremstu oyggjaleikaluttakarar eru enn væl fyri, og í opna bólkinum hjá monnum vann Pauli Poulsen, Troy, við tíðini 3:11:00 frammanfyri Kostas Garoflos, Tórshavnar Súkklu- og Triathlonfelag, við 3:16:14 og Bergtór Tórsteinsson, Norðstrok, við 3:19:26.
Súsanna Skylv, Tórshavnar Súkklu- og Triathlonfelag, vann opna bólkin hjá kvinnum við tíðini 3:25:05, sum var fjórðbesta tíðin yvirhøvur á longsta teininum hendan dagin! Íalt 10 súkklarar luttóku á longsta teininum.
Tveir U19 unglingar royndu seg á styttsta teininum, Jónatan Gregersen, Troy, vann kappingina við 1:56:18 framman fyri Mikkjal Heðin Rosen, Tórshavnar Súkklu- og Triathlonfelag, sum hevði tíðina 1:57:29.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 15. september 2025
Føroyska poolsambandið er við í altjóða samstarvi bæði við spælarum og dómarum
Eitt av smáu ítróttasambondunum í Føroyum, Poolsamband Føroya, fegnast nú um, at ein føroyskur leikari nú skal luttaka í stórari altjóða kapping.
Talan er um Eirik Mikkelsen, sum umboðar Føroyar á WPA Champion of Champions kappingini, sum verður hildin í Brisbane í Avstralia í hesum døgum.
Eirik er hægst styrkismetti føroyski landsliðsleikarin. Hann er farin til Avstralia saman við venjara sínum, Shehan Andrew Wanniya Bandara. WPA Champion of Champions kappingin verður í kinesisku greinini av 8-ball, ið kallast Heyball.
Omaná hetta, fegnast poolsambandið eisini um, at tveir føroyskir dómarar, Tito César Quezada og Shehan Andrew Wanniya Bandara, eru valdir at døma í European Championships Seniors Ladies, sum verður hildin í Assen, Niðurlondum, frá 29. september til 9. oktober í ár.
Hetta er bert møguligt, av tí at Poolsambandið skipaði fyri altjóða dómaraskeiði í januar, har heili átta fingu prógv, sum altjóða dómarar fyri evropeiska poolsambandið. Hetta aðru ferð, at føroyskir dómarar fáa heiðurin at døma á einum stórum evropeiskum tiltakið, eftir at Shehan Andrew Wanniya Bandara dømdi evropameistaraheitini fyrr í ár, í Estlandi.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 17. september 2025
Hetta í bólkinum blandað pør. 10 pør luttóku í FM-kappingini í Bridgehúsinum
Føroyameistarakappingin fyri Blandað Pør varð leikt í Bridgehúsinum í Gundadali farna leygardag.
Sum heitið ber boð er kappingin ætlað pørum, manni og kvinnu. Sum liður í at fáa fleiri nýggjar bridgespælarar at luttaka, var harumframt ein roynd gjørd við at royndir bridgespælarar kundu luttaka saman við spælarum, ið ikki hava spælt longur enn fýra ár.
10 pør luttóku í kappingini ,og leikt vóru 9 umfør á 5 spøl og sostatt 45 spøl í alt.
Fyrstu trý umførini leikaði lutfallsliga javnt á, og vóru einans sjey stig á muni millum trý tey fremstu pørini, har ávikavist Valborg Rasmussen & Jón Rasmussen og Maria V. Hansen & Marner Joensen lógu í oddinum. Sum kappingin leið, gjørdu eisini onnur pør seg galdandi, eitt nú Eva Sarita Berg & Jákup Sørensen og Birita Clementsen & Símun Lassaberg.
Tá kappingin leið móti endanum myndaðu Birita Clementsen & Símun Lassaberg og Maria V. Hansen & Marner Joensen oddin, meðan Eva Sarita Berg & Jákup Sørensen og Henriette Svenstrup & Oddmar Danielsen dystaðust um triðja plássið. Úrslitið gjørdist at Birita Clementsen & Símun Lassaberg vunnu kapingina.
Úrslitið gjørdist hetta:
1. Birita Clementsen - Símun Lassaberg 217,0 stig
2. Maria V. Hansen - Marner Joensen 208,8 stig
3. Henriette Svenstrup - Oddmar Danielsen 195,5 stig
4. Eva Sarita Berg - Jákup Sørensen 190,5 stig
5. Tordis Johannessen - Danny Danielsen 186,5 stig
6. Haldor Ellingsgaard - Benadicta S. Ellingsgaard 185,5 stig
7. Valborg Rasmussen - Jón Rasmussen 174,0 stig
8. Birita R. Sivertsen - Eli H. Andreassen 157,8 stig
9. Mortan S. Thomsen - Marita Samseon 147,3 stig
10. Jórun Johannesen - Oluf Müller 141,3 stig
Maria V. Hansen og Marner Joensen endaði á 2. plássi
Henriette Svenstrup og Oddmar Danielsen endaðu á 3. plássi
Komandi kappingin er fyrsta umfar í FM kappingini fyri lið, sum verður leikt í Bridgehúsinum í Gundadali sunnudagin 28. septembur 2025.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 17. september 2025
Føroyska seyðahundalandsliðið, ið telur trý fólk og fimm hundar, kappast í EM í Kekkia í hesum døgum
Føroyska seyðahundalandsliðið er í hesum døgum statt í Kekkia, har tey luttaka í EM-kapping fyri seyðahundar, eini av størstu kappingunum innan seyðahundar.
Føroyska liðið er mannað við royndum og evnaríkum førarum og hundum.
Føroysku luttakararnir eru hesir:
Kappingin fer fram á vøkrum krevjandi landslagi, og luttakararnir skulu vísa framúr samstarv og tamarhald á hundunum fyri at fáa nógv stig.
Jónstein Petersen og Gripur skulu í kapping í morgin (Mynd av Facebook)
Soleiðis gongur ein seyðahundakapping fyri seg – stig fyri stig
Kappingin byrjar við, at førarin sendir hundin út í ein stóran boga (450 metrar) fyri at nærkast seyðinum, sum stendur langt burtur. Hundurin má ikki renna beint fram, men skal gera ein rundan boga, so seyðurin ikki verður bangin og flytur seg áðrenn hundurin er komin afturum. Hetta krevur gott tamarhald og skil hjá hundinum.
Tá hundurin er komin nær seyðinum, skal hann fáa seyðin at flyta seg róligt og støðugt. Hetta kallast "lift", og tað er týdningarmikið, at seyðurin ikki verður stressaður.
Hundurin skal nú føra seyðin beint til føraran, gjøgnum eitt portur, uttan at seyðurin fer av leið. Hetta er ein av mest kritisku pørtunum, tí tað vísir, hvussu væl hundurin arbeiðir sjálvstøðugt og við tamarhaldi.
Tá seyðurin er komin til føraran, skal hann førast gjøgnum fleiri portur á bønum. Hundurin arbeiðir nú meira í samspæli við føraran, og hetta krevur neyvt samskifti og góða stýring.
Í hesum partinum skal hundurin skilja ávísar seyðir frá restini – t.d. tveir seyðir sum ikki hava nakað frámerki. Hetta krevur nærlagni og gott tamarhald, tí seyðurin má heldur ikki renna burtur.
Hundurin og førarin skulu nú fáa seyðin inn í eina rætt. Hetta er ein av krevjandi pørtunum, tí seyðurin vil ofta ikki fara inn, og tað krevur gott samstarv og róligt arbeiði.
Tá skal hundurin taka ein av tveimum sum hava eitt frámerki og halda seyðinum frá hinum inntil dómarin er nøgdur.
Alt hettar skal gerast innan fyri 15 minuttir.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 18. september 2025
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald