Lat aftur Yvirlit list articles in edition

Leygardagur 27. september 2025 | Nr. 39 | Árgangur 6 | Kr. 0,00

– Klári ikki at sita uttanfyri og hyggja at

SíÐa 2

1 Leygardagur 27. september 2025

Góðan lesihug og gott Vikuskifti

Nýggj útgáva hvønn leygarmorgun kl. 7

Oddagrein

Brummarar á náttarhimmalinum

Tvey mál hava verið nógv umrødd hesa vikuna. Støðan í Sambandsflokkinum, nú ein av tinglimum floksins hevur gjørt av at vera við til at leggja vrakaða fosturtøkumálið hjá framsóknarlandsstýrismanninum framaftur, og so málið um dronurnar, sum hava gjørt loftrúmið við danskar flogvallir ótrygt.

Í roynd og veru er so mikið lítið hent í fosturtøkumálinum annað enn, at tað er lagt fram, at vit lata tað liggja og sleppa at ganga sína gongd uttan at verða viðgjørt á hesum sinni.

Hinvegin er rættuliga nógv, sum kann takast fram í málinum um dronurnar. Mest, kanska, orsaka av, at vit vita so lítið um, hvat tað er, ið sker.

Men vit kunnu ikki lata vera við at undrast yvir, at nakrar dronur, kunnu loypa so stóran ótta á donsku stjórnina, at statsministarin kallar tað fyri eitt beinleiðis álop á Danmark. Vit vita tað ikki, men vit hava ikki hoyrt nakað um, at tað vóru álopsdronur, ið ótarnaðar sluppu at sveima yvir donsku flogvøllunum.

Men tað er neyvan nakað at ivast í, at tað er onkur, sum ynskir at skapa ótryggleika og ótta.

Og hetta er á allan hátt ófrættakent.

Illgrunin var beinanvegin vendur móti Russlandi, men hesum vísir Russland sjálvt aftur. Vit siga bara – hvør annar enn Russland kann tað vera, sum ynskir at skapa ótryggleika og ótta á henda hátt?

Tí vit eru vorðin óttafull. Vit uppliva hvussu lutfalsliga lætt tað er at leggja eitt land nærum lamið, bara við nøkrum nøkrum – at síggja til – fjarstýrdum spæliflogførum, sum ein og hvør kann ogna sær. Og statsministarin, sum hevur rópað varskó í langa tíð nú, fekk lagt brenni afturat sínum krígsretorikki, og ynskinum um brúka nógv nógv nógv meira pengar til at keypa vápn fyri.

Ræðuligt er tað at verða vitni til, at heimurin kring okkum er vorðin alsamt ótryggari upp á nøkur fá ár eftir eitt tíðarskeið, har vit livdu í eini vón og væntan um, at vit ikki fóru at uppliva krígshóttanir um okkara leiðir í bræði. Vit eru endað í eini støðu, sum líkist teirri, vit upplivdu undir kalda krígnum, har valdhavararnir sannførdu seg og onnur um, at vandi fyri kríggi var proportionalur við nøgdina á álopsvápnum ein sjálvur átti at hótta afturímóti við.

Enn eru vit ikki farin at eyðmerkja heimsveldið fyri eystan beinleiðis sum fígginda, eins og vit gjørdu í kaldkrígstíðini, tí vit hava havt rættiliga góðar royndir og eitt ávíst – og eisini gagnligt – handis- og vinnusamstarv við Russland hesi seinastu árini.

Og í og við at sitandi forseti í stórveldinum fyri vestan er við at broyta sítt land frá at vera fólkaræði til eitt slag av einaræði eftir egnum lyndi ella temperamangi, og russisku skipanini at síggja til sum fyrimynd, eru vit so smátt farin at ivast í, um hóttanirnar ikki eisini kunnu koma haðani.

Tað er heilt greitt, at norðuratlantiska verjusamgongan, sum stóð stinn undir kalda krígnum, ikki longur hevur sama álit á, at amerikansku sambandsríkini fara at traðka til, tá á stendur. Ja, vit eru summi, sum eru farin at óttast fyri, at USA líka so væl kann gerast hóttanin fyri okkara trygd. Spyr bara grønlendingar.

Sløk fimm ár eftir ófatiligu hendingarnar á Capitol Hill í Washington hin 6. januar 2021 og nakrar mánaðir eftir at táverandi forsetin nú varð valdur á øðrum sinni, sita vit í einum heimi, sum er so broyttur, at vit kenna hann ikki aftur, og væntanirnar um eina bjarta framtíð hava neyvan nakrantíð verið so daprar.

Her er tørvur á nýggjum og bjartari vónum...

P.S. ‘Brummari’ er sambært orðabókini føroyska orðið fyri (hernaðarliga) dronu


SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

  • Blaðið

    Stovnað 2020

    Útgevari: Knassar

    Upplag: 1323

    Lisnar síður: 5668

    Dagført 10. hvørt sekund
  • Samband

    tel. 20 80 80

    [email protected]



    Ingi Samuelsen

    Redaktørur

    [email protected]

    tel. 22 22 73


  • Borgar Kristiansen

    Lýsingarráðgevi

    [email protected]

    tel. 23 66 01

2 Leygardagur 27. september 2025

– Klári ikki at sita uttanfyri og hyggja at

Hervør Pálsdóttir, sum fór í barnsburðarfarloyvi 28. august, kom aftur í tingið fyri at leggja málið um fosturtøku fram, og verður hon í tinginum, til málið er avgreitt

Hervør Pálsdóttir, tingkvinna fyri Tjóðveldi (Savnsmynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Alda Nielsdóttir

Týsdagin varð uppskot um at broyta fosturtøkulógina aftur lagt fyri tingið, og í hesum sambandi hevur Hervør Pálsdóttir, sum fór í barnsburðarfarloyvi 28. august, aftur tikið sæti á tingi fyri Tjóðveldi.

Hon var við til at leggja málið um fosturtøku fram saman við Eyðdis Hartmann Niclasen úr Sambandsflokkinum, Ingilín D. Strøm úr Javnaðarflokkinum, og Karlot Hergeirsson úr Framsókn.

– Hetta málið hevur fylt so nógv í mínum politiska lívi, og eg klári tí ikki at sita uttanfyri og hyggja at uttan ávirkan, skrivar hon í dagføring á Facebook.

– Eg vil vera við til at ávirka, til at viðgera málið í rættarnevndini, har eg eri forkvinna, og eg vil gera mítt til at málið hesaferð verður samtykt, skrivar hon og leggur afturat, at hon verður í tinginum, til málið er avgreitt.

Bjarni Kárason Petersen, landsstýrismaður við lógarmálum legði í fjør uppskot fram um at broyta fosturtøkulógina, men málið fall við 2. viðgerð við 15 atkvøðum fyri og 15 ímóti.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 21. september 2025

3 Leygardagur 27. september 2025

Samhald hartar: Tekur frástøðu frá fosturtøkuuppskotinum

Ósemjan í Sambandsflokkinum verður í alsamt størri mun lagt á blik. Valfelagið í Eysturoynni, har Sambandsflokkurin stendur sterkur, sóknast eftir floksdisiplinum og ábyrgd í almennari fráboðan

Helgi Abrahamansen er eitt av trimum núverandi tingfólkum hjá Sambandsflokkinum úr Eysturoynni. Hann umhugsar nú sín limaskap í flokkinum. Nú hevur verljarafelag hansara, har beiggin er formaður, gjørt greitt, at tey eru hart ímóti at sambandstingfólk er við at bera fosturtøkumálið í Løgtingið aftur (Savnsmynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

- Vit í Samhald eru hart ímóti at tingfólk í sambandsflokkinum, er við til at leggja málið um fosturtøku fram. Vit søknast eftir, hvar floksdissiplin er.

Soleiðis stendur í almennari fráboðan, sum valfelagið hjá Sambandsflokkinum í Eysturoynni sendi út mikudagin.

Ósemjan í flokkinum kring fosturtøkumálið, hevur elvt til kreppu í flokkinum, sum skuldi takast upp á fundi í gjár millum forfólkini í valfeløgunum.

Í vikuni hevur tingbólkur Sambandsfloksins saman við fólkatingsumboði, býráðslimi í Havn og starvsfólkum verið á námsferð í Brússel, og heimferð teirra var so mikið órógvað av avlýsingum í flogferðsluni, at viðgerðin av málinum, ið varð sett á skrá hósdagin, nú er útsett til týsdagin.

[object Object]
Tinglimirnir, fólkatingslimirnir og Annfinn Brekkstein í Brússel í vikuni (Mynd: Sambandsflokkurin)

Hetta er millum annað komið til sjóndar við, at tveir limir tveir teir seinastu dagarnar í almennum boðum hava tikið seg úr flokkinum vegna tað, at ein sambandstinglimur stendur sum uppskotsstillari í fosturtøkumálinum.

Talan er um Áron Sofus Vest, valevni til seinasta løgtingsval og kommunuval fyri Sambandsflokkin, men ikki varð valdur, og Edva Jacobsen, ið ikki varð afturvald á seinasta løgtingsvali, men samanlagt fingu nærum 335 atkvøður til seinasta løgtingsval.

Edva Jacobsen er úr Fuglafirði. Nú hevur valfelagið hjá Sambandsflokkinum í Eysturoynni, har flokkurin lutfalsliga stendur ógvuliga sterkur, greitt melda út í málinum.

- Vit vilja hervið gera púra greitt, at vit taka frástøðu frá, at eitt tingfólk úr Sambandsflokkinum er við til at leggja uppskotið fram. Við hesum verður tað greitt, at Sambandsflokkurin er beinleiðis viðvirkandi til at leggja uppskotið fram – og hetta góðtaka vit als ikki skrivar Samtak.

[object Object]
Tann liberali vongurin í Sambandsflokkinum við serliga Onnu Falkenberg, fólkatingskvinnu og næstforkvinnu, Eyðdis Hartmann Niclassen, uppskotsstillara, og Jóhan Dahl, sum eisini stuðlar uppskotinum, fær alment mótspæl. Av tí at Eyðdis Niclassen stendur á fosturtøkuuppskotinum, verður hon beinleiðis nevnd.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 24. september 2025

4 Leygardagur 27. september 2025

Búskaparráðið: Kommunurnar mugu skipast í størri eindum

Eldraøkið er ein vaksandi avbjóðing fyri kommunurnar. Búskaparráðið legði í vikuni fram sína frágreiðing um kommunubúskapin og eldraøkið

Búskaparráðið, frá vinstru Jan Otto Holm, Anja Rein, Johnny í Grótinum, Marjun Weihe Thomassen og Hans Ellefsen
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

- Skipið kommunurnar í størri eindir og endurskoðið fíggingarleistin.

Soleiðis ljóðar høvuðsboðskapurin hjá Búskaparráðnum til landsmyndugleikarnir, nú ein frágreiðing um búskapin hjá kommununum og avbjóðingarnar á eldraøkinum varð løgd fram hósdagin.

Niðurstøðan í stuttum er tann, at fleiri av kommununum eru ov smáar til at taka sær av komandi avbjóðingum á eldraøkinum. Tí mælir ráðið til at skipa kommunurnar í størri eindir, um ikki ætlanin er at flyta eldraøkið aftur til landsmyndugleikarnar.

Tørvur er á 300 nýggjum búplássum komandi 10 árini, svarandi til ein fíggingartørv á 1,2 milliardir krónur og hartil er eisini tørvur á 450 ársverkum innan eldrarøktina komandi 10 árini umframt tey, sum fara á pensjón hetta tíðarskeiðið.

Búskaparráðið skrivar soleiðis í tíðindaskrivi:

Kommunurnar eru ymiskt fyri í stødd, fíggjarligari orku og fólkasamanseting. Fyri at fáa betri samsvar millum støddina á kommununi og uppgávurnar, ið kommunan skal røkja, eiga kommunurnar at verða skipaðar í størri eindir, sum ger raksturin effektivari, tí fíggjarliga orkan setur mørk.

At leggja kommunurnar saman í inntøkusterkari eindir kann tó ikki standa einsamalt, tí tað verða framvegis økir í landinum, ið fara at hava trupult við at reka og fíggja eldraøkið í framtíðini. Um eldraøkið í framtíðini skal liggja hjá kommunum og ynskiligt er at hava sama tænastustig kring landið, er neyðugt er at endurskoða fíggingarleistin.

Annar møguleiki er at endurskoða, um eldraøkið skal flytast aftur til landið.

Raðfestið íløgur, ið lækka eindarkostnaðin á eldraøkinum

Tørvur verður á at byggja omanfyri 300 búpláss komandi 10 árini og tað svarar til ein fíggingartørv á áleið 1,2 milliardir krónur. Haldførisgreiningin hjá Búskaparráðnum frá januar 2024 vísti millum annað á, at tað bøtir væl um haldførisavbjóðingina at lækka einstaklingaútreiðslurnar til eldrarøkt.

Seinastu mongu árini hevur tað verið framgongd í búskapinum, og kommunalu íløgurnar eru vaksnar nógv. Íløgur eru tó ikki gjørdar í eldraøkið, men í eitt nú vegir og havnir, ítróttarhallir og svimjihallir. Eftir 2026, tá ið eftirlønarprosentið ikki longur hækkar við einum prosenti um árið, fer tað at verða alsamt tyngri hjá kommununum at fíggja kommunalu uppgávurnar. Kommunurnar eiga tí at raðfesta íløgur, sum lækka útreiðslurnar til eldrarøkt fyri hvønn pensjónist, bæði fyri at fáa eindarkostnaðin niður, og fyri at tryggja, at avmarkaða útboðið av arbeiðsmegi verður gagnnýtt til fulnar og røkkur til.

Gerið ætlanir fyri, hvussu arbeiðsútboðið kann vaksa

Tørvur verður á 450 fleiri ársverkum innan røkt til eldraøkið komandi 10 árini, um ikki kommunurnar gera íløgur í størri og effektivari eindir á eldraøkinum. Harafturat verður neyðugt at fáa starvsfólk fyri tey, sum innan 10 ár fara á pensjón.

Neyðugt er at útvega starvsfólk á eldraøkinum við neyðugu fakligu førleikunum. Stórt trot er á útbúnum røktarstarvsfólkum og sum nú er tykist Heilsuskúli Føroya einans at nøkta tørvin í Suðuroy, og ikki í restina av landinum. Landsstýrisfólkið í útbúgvingarmálum hevur ábyrgdina av at tryggja, at tað eru nøktandi útbúgvingarmøguleikar. Við vaksandi tørvinum á starvsfólki í huga er vandi fyri, at góðskan av tænastuni fellur um arbeiðsmegin vantar fakligar førleikar.

Landsins myndugleikar mugu taka ábyrgd

Bygnaðurin á eldraøkinum við eldrasamstørvum ger tað trupult at leggja langtíðar ætlanir og gera neyðugar raðfestingar. Landsmyndugleikin, sum varðar av kommunum, eigur at tryggja, at tænastustigið á eldraøkinum er javnt kring landið.

Harumframt átti Fíggjarmálaráðið at fingið skyldu til at tryggja, at fíggjarætlanirnar hjá kommununum taka hædd fyri framtíðar avbjóðingum við vaksandi rakstrarútreiðslum. Búskaparáðið metir tað harafturat vera týdningarmikið, at ein samskipandi og ráðgevandi eind er á eldraøkinum, sum kann leggja eina yvirskipaða ætlan fyri økið og gera ársfrágreiðingar.

Limir í Búskaparráðnum eru hesi: Johnny í Grótinum, formaður, Jan Otto Holm, Anja Rein, Hans Ellefsen og Marjun Weihe Thomassen. 

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 25. september 2025

5

Størv

Hitatænastufólk til Effo

Meira Umsóknarfreist: 22. oktober 2025

HR- & lønarumsitari til P/F Varðan Pelagic (farloyvisstarv)

Meira Umsóknarfreist: 17. oktober 2025

Leiðari til nýggju panthøllina

Meira Umsóknarfreist: 24. oktober 2025

Starvsfólk til Johnson Controls

Meira Umsóknarfreist:

Strandfaraskip Landsins søkir ferðslusamskipara

Meira Umsóknarfreist: 16. oktober 2025

Kvalitetsleder til Munkebo Seafood

Meira Umsóknarfreist: 15. oktober 2025

Skrivari til Barnaverndartænastuna í VEKS

Meira Umsóknarfreist: 09. november 2025

Stjóri til Heilsustýrið

Meira Umsóknarfreist: 15. oktober 2025

Kredittráðgevi til privatøkið í Betri Banka

Meira Umsóknarfreist: 03. november 2025

Starvsfólk til náttúru og umhvørvi

Meira Umsóknarfreist: 26. oktober 2025

Vaskifólk til Tofta skúla

Meira Umsóknarfreist: 15. oktober 2025
6 Leygardagur 27. september 2025

Steinar Eirikstoft nýggjur stjóri í Faroe Ship

Sjúkrahúsverkið skal hava nýggjan forstjóra. Faroe Ship boðaði í vikuni frá, at Steinar Eirikstoft er nýggjur stjóri í felagnum

(Savnsmynd: Jens Kr. Vang)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Steinar H. Eirikstoft er settur sum stjóri á Faroe Ship.

Hesum boðar fyritøkan frá mánadagin.

Steinar er í løtuni forstjóri á Sjúkrahúsverkinum, eitt av størstu arbeiðsplássum í landinum. Steinar hevur yvir 14 ára royndir frá bæði tekniskt og skipanarliga krevjandi leiðslustørvum, bæði í Føroyum og í Danmark. Hann byrjar á Faroe Ship 1. desember.

- Eg eri stoltur av at taka við sum stjóri á Faroe Ship, sum er ein týdningarmikil fyritøka í føroyska samfelagnum. Eg eri spentur til at viðvirka til framhaldandi vøkstur hjá fyritøkuni og til at stuðla okkara kundum og samstarvsfeløgum við álítandi og nýskapandi loysnum, bæði her í Føroyum og altjóða, sigur Steinar H. Eirikstoft.

Steinar hevur HD1 og HD2 prógv frá Copenhagen Business School (CBS), prógv sum Master í framleiðslu og leiðslu frá Danmarks Tekniske Universitet (DTU) og B.S.c. prógv í el-verkfrøði frá sama skúla.

- Vit fegnast um at kunna bjóða Steinari vælkomnan sum nýggjan stjóra á Faroe Ship. Hansara leiðsluroyndir fara at koma okkum væl til góðar, meðan vit áhaldandi styrkja okkara virksemi og veita framúr tænastu til okkara kundar í Føroyum, sigur Bragi Þór Marinósson, stjóri fyri altjóða virksemi hjá Eimskip.

Faroe Ship er ein av elstu fyritøkunum í Føroyum, stovnað í 1919, og hevur ein týðandi leiklut í føroyska samfelagnum við sterkum flutnings- og heildarlogistiktænastum. Vit eru vís í, at undir leiðsluni hjá Steinari fer felagið at halda fram við at vaksa og byggja víðari á nýggju íløgurnar í goymslur, frystigoymslur, terminalrakstur og nýggja nútímans høvuðssætið. Vit ynskja Steinari góða eydnu í nýggja leiklutinum, og bjóða hann vælkomnan á Faroe Ship.

Stjórin í Faroe Ship undanfarnu árini, Bogi P. Nielsen, tekur við sum nýggjur stjóri fyri Pelagos, uppisjóvarvirkinum í Fuglafirði.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 22. september 2025

7 Leygardagur 27. september 2025

Per Busk verður virkandi forstjóri í Sjúkrahúsverkinum

Hann tekur við starvinum 1. desember fyri Steinar Eirikstoft, sum verður stjóri í Faroe Ship

(Mynd: Region Syddanmark)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Landsstýriskvinnan við heilsumálum hevur gjørt av, at seta Per Busk sum virkandi sjúkrahússtjóra á Landssjúkrahúsinum og forstjóra fyri Sjúkrahúsverkið frá 1. desember 2025, og fram til nýggjur stjóri er settur.

Per Busk hevur drúgvar royndir sum sjúkrahússtjóri frá Esbjerg og Grindsted Sygehus, vísir Heilsumálaráðið á.

Steinar Eirikstoft hevur valt at siga seg úr starvinum sum sjúkrahússtjóri á Landssjúkrahúsinum og forstjóri fyri Sjúkrahúsverkið, sum hann hevur røkt seinastu seks árini. Hann byrjar sum stjóri á Faroe Ship 1. desember. Steinar Eir

Starvið sum sjúkrahússtjóri og forstjóri verður lýst leyst seinni í ár.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 22. september 2025

8 Leygardagur 27. september 2025

Sirið á fundi við Gueterres

Er við á ST-aðalfundinum í New York hesa vikuna

António Guerres og Sirið Stenberg (Mynd: uvmr.fo)
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

Hesa vikuna luttekur Sirið Stenberg, landsstýriskvinna, á aðalfundi hjá Sameindu tjóðum í New York.

Mikudagin var hon við til setanina av 80. aðalfundinum (UNGA80), har millum annað amerikanski forsetin, Donald Trump, brasilianski forsetin, Luiz Inácio Lula da Silva, og ST-aðalskrivarin, António Guterres, hildu røður. 

Setanin er byrjanin uppá eina viku, har leiðarar úr øllum heiminum hittast til týðandi fundir, ráðstevnur, pallborðskjak o.a. fyri at viðgera altjóða avbjóðingar og finna felags loysnir. 

Seinnapartin var landsstýriskvinnan til áhugaverdar fundir í trygdarráðnum, har støðurnar í ávikavist Ísrael og Palestina og Ukraina og Russlandi vórðu viðgjørdar. Dagurin endaði við luttøku á fundi við ST-aðalskrivaran saman við uttanríkisráðharrunum í Danmark og Grønlandi, har føroyska landsstýriskvinnan fekk høvi at bera ein boðskap fram, umframt at umrøða heimsstøðuna, skrivar Uttanríkis- og vinnumálaráðið. 

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 25. september 2025

9 Leygardagur 27. september 2025

Dømdur í hassjmáli - tikin á flogvøllinum við 40.000 krónum

Maðurin er nú skuldsettur fyri hvítvask

(Mynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Ein 49 ára gamal maður, sum sunnudagin fekk ein straksdóm í Føroya rætti fyri at hava við sær sløk 786 gramm av hassji til Føroya, var hósdagin tikin á flogvøllinum í Vágum við 40.000 krónur uppi á sær.

Løgreglan tók pengarnar sum hann hevði í evrum og krónum. Maðurin varð handtikin og skuldsettur fyri hvítvask.

Maðurin noktar seg sekan. Hann bleiv leyslatin aftur.

Sunnudagin fekk hann annars 60 daga treytaleysa fongsulsrevsing. Hann var tikin tá hann kom til landið leygarkvøldið.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 26. september 2025

10 Leygardagur 27. september 2025

Poul Hansen er Ársins Virki 2025

– Poul Hansen hevur haft eitt vakið eyga við nýggjum møguleikum, sum hava breiðkað virksemið og vøruúrvalið.

(Mynd: Industry.fo)
SkrivaÐ:

Alda Nielsdóttir

Á Vinnudegnum í Norðurlandahúsinum farna fríggjadagin varð Pf. Poul Hansen heiðrað sum ársins virki 2025.

– Fyritøkan hevur haft ein tryggan grundrakstur, og hon hevur haft eitt vakið eyga við nýggjum møguleikum, sum hava breiðkað virksemið og vøruúrvalið. Hon er farin frá at vera siðbundin til at fevna um handilsketur og gera týðandi strategiskar íløgur í handlar, vistveitingarvinnuna, bryggjarí og líknandi, stendur m.a. í grundgevingini.

– Alt hetta skapar synergi og er við til at tryggja framtíðarvirksemið hjá fyritøkuni. Í dag er hon ein handilsfyritøka í breiðari merking. Eitt samtak.

Øll grundgevingin kann lesast her.

[object Object]

Atlantic Airways Aviation Academy er Vinnuátakið 2025

Á Vinnudegnum varð simulatordepilin hjá Atlantic Airways, Atlantic Airways Aviation Academy, heiðraður sum ársins Vinnuátak 2025.

Í grundgevingini varð m.a. sagt, at átakið er ein íløga í vitan, førleikamenning og framtíðina.

– Tí takkað verið framkomnari tøkni kunnu vit nú eftirgera, kanna og royna alskyns arbeiðsgongdir, støður og mannagongdir í einum eftirgjørdum umhvørvi, áðrenn tær verða fluttar yvir í veruliga heimin.

– Átakið hevur gjørt førleikamenning og venjing meiri atkomulig. Førleikamenning og venjing, sum ikki bara eru neyðug, men eitt lógarkrav, og sum fyrr kravdi, at farið varð út í heim.

– Men nú kemur heimurin til Føroya, tí við átakinum verða lítlu Føroyar settar á heimskortið sum vitanarskapandi, framkomnar og partur av altjóða samfelagnum. Tað er ein stórur og greiður fyrimunur fyri bæði tilbúgving, vinnulív, ferðavinnu og samfelag.

Øll grundgevingin kann lesast her.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 20. september 2025

11 Leygardagur 27. september 2025

Bilasølurnar høvdu samanlagt beint oman fyri 29 milliónir í avlopi

Waag hevði besta úrslit í fjør og Komfortbilar tað vánaligasta. Ráðgevingarfyritøkan Nira greinar gongdina og úrslitið hjá bilasølunum

(Mynd: Waagbilar.fo)
SkrivaÐ:

Birgir Nielsen, Nira

Árið var merkt av óvanligum stórum óvanligum inntøkum hjá tveimum bilasølum á í alt 15,5 milliónir krónur. Veruliga ársúrslitið hjá sjey bilasølum var tí 14,2 milliónir krónur í 2024.

Besta ársúslitið hevði Waag Pf. við ársúrslitið á 18,5 milliónir krónur harav søla av føstu ognum gav áleið 7,5 milliónir krónur av úrslitinum.

Lakasta ársúrslitið hevði Spf. Komfortbilar, sum hevði eitt undirskot í 2024 á heilar 6,8 milliónir krónur.

Ráðgevingarfyritøkan Nira hevur aftur í ár gjørt eina greining av gongdini og úrslitunum hjá samlaðu bilasølunum fyri 2024.

Talan er um bilasølurnar: Pf. Reyni-Service, Pf. Waag, Pf. Wenzel, Pf. Bilasølan, Pf. Berg Motors, Spf. Komfortbilar og Spf. Nordbil. Pf. Auto Service er ikki við í greiningi fyri 2024 tá Waag hevur yvirtikið raksturin.

Sølan av nýggjum persónbilum fallandi síðstu árini

Hagtølini frá Akstovuni vísa, at sølan av akførum, sum verða seld sum persónbilar og vørubilar, er nógv fallin síðstu fimm árini.

Persónbilasølan er t.d. frá 2019 til 2024 fallin við 1.064 bilum, ella heili 48 prosentum.

[object Object]

[object Object]

Á talvunum sæst eitt ávíst samanfall millum minkaðu søluna av akførum og tað fallandi rakstrarúrslitið hjá øllum bilasølunum síðstu seks árini. Tó var úrslitið serliga í 2024 órógvað av serliga tveimum feløgum, sum høvdu stórar óvanliga inntøkur á 15,5 milliónir krónur.

[object Object]

Waag hevði aftur nógv besta úrslitið í 2024

Aftur í 2024 kunnu vit staðfesta at Pf. Waag hevði nógv besta úrslitið við 18,5 milliónum krónum í avlopið eftir skatt. Tó má viðmerkjast, at í tølunum eru afturførdar avskrivingar 7,5 milliónir krónur, sum er vinningur uppá sølu av fastari ogn. Reella ársúrslitið verður av bilasøluvirksemið v.m. er tí umleið 11 milliónir krónur, sum eisini er eitt gott úrslit.

Pf. Waag er sera væl fyri fíggjarliga við einum eginpeningi við ársenda 2024 á 86,4 milliónir krónur, sum gevur eitt trygdarevni á heili 77,5 prosent. Felagið hevur onga langfreistaða skuld og hevur tøkan pening á 19,9 milliónir krónur og likviditetsgrad á 174 prosent.

Næstbesta roknskaparúrslitið í 2024 hevði Spf. Nordbil, sum var 8,3 milliónir krónur. Tó er talan eina óvanliga fíggjarliga inntøku á 8 milliónir krónur.

Pf. Wenzel hevði triðbesta ársúrslitið sum í 2024 var eitt avlop á 5,7 milliónir krónur.

Á niðasta plássi í 2024 var Spf. Komfortbilar við einum halli á -6,8 milliónir krónur.

Roknskapartølini hja øllum sjey bilasølunum kann síggjast á talvuni niðanfyri.

[object Object]

Útlitini fyri bilasølurnar sýnast møguliga at vera nakað bjartari fyri roknskaparárið 2025, tá ið sølan av nýggjum bilum sambært Akstovuni er hækkað fyrstu 8 mánaðirnar í 2025. Vøksturin er 73 persónbilar ella 9 prosent.

Greiningin er gjørd av Birgir Nielsen og ráðgevarafyritøkuni Nira Sp/f

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 22. september 2025

12 Leygardagur 27. september 2025

Rektarin á Fróðskaparsetrinum: Eiga at nýskipa granskingarøkið

– Stutt sagt, so eigur alt granskingarvirksemi hjá tí almenna formliga at vera knýtt at Setrinum, sigur Martin Tvede Zachariasen

Martin Tvede Zachariasen, rektari á Fróðskaparsetri Føroya (Savnsmynd: Jens Kr. Vang)
SkrivaÐ:

Alda Nielsdóttir

Tað er neyðugt at umhugsa alla almennu skipanina innan fyri gransking, menning og nýskapan, sigur rektarin á Fróðskaparsetri Føroya, Martin Tvede Zachariasen.

Í frágreiðing hjá Ráðnum fyri gransking, menning og nýskapan stendur, at níggju almennir granskingarstovnar eru aftrat Setrinum, og teir liggja undir fimm ymiskum aðalráðnum.

Men rektarin á Setrinum heldur, at alt granskingarvirksemi hjá tí almenna formliga eigur at vera knýtt at Setrinum.

– Vit mugu hava felags stuðulsskipanir og fyrisitingar; vit mugu samstarva um felags infrakervi, starvsstovur osfr; vit mugu brúka teir fáu granskarar, sum við hava, best møguligt og samstarva nógv betri, sigur hann í grein á heimasíðuni hjá Fróðskaparsetri Føroya.

– Eg eri sannførdur um, at vit samfelagsliga, granskingarliga og útbúgvingarliga kunnu fáa nógv meira burturúr við at hyggja kritiskt eftir sundurálaða granskingarøkinum, sum er lítið frammanundan.

– Fyri einstaka granskaran, sum í verandi bygnaði stendur rættiliga einsamallur við øllum, hevði ein styrktur og nógv meira samansjóðaður bygnaður eisini verið til stóran bata og íblástur, sigur rektarin á Fróðskaparsetrinum.

– Tað er ikki undarligt, um granskarar á lítlu stovnunum ikki fáa tíðina at røkka. Við at miðsavna partar av fyrisitingini, kunnu vit lætta um tungu byrðuna hjá teimum at søkja um fígging frá altjóða granskingargrunnum, og við at fáa granskararnar nærri okkum, kunnu teir t.d. eisini fáa hjálp frá ph.d.lesandi til at skriva vísindaligar greinar um granskingina, so hon kemur so víða út sum gjørligt.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 22. september 2025

13 Leygardagur 27. september 2025

Fornminnisnevndin sett av nýggjum

Fornminnisnevndin ger tilmæli til landsstýrið um friðing av bygningum og umliggjandi øki

Frá vinstru Herleif Hammer, stjóri á Tjóðsavninum, Birgit á Heygum, advokatur, Eirikur í Jákupsstovu, landsstýrismaður, og Ósbjørn Jacobsen, arkitektur (Mynd: ammr.fo)
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Eirikur í Jákupsstovu, landsstýrismaður við almanna- og mentamálum, hevur tilnevnt nýggja Fornminnisnevnd, sum nú er farin til verka

Fornminnisnevndin virkar sambært løgtingslóg frá 1948 um friðan av fornminnum og bygningum. Tríggir limir eru í nevndini, ein lógarkønur, ein bygningskønur og stjórin á Tjóðsavninum, ið er fastur limur í nevndini. Limirnir í Fornminnisnevndini eru Birgit á Heygum, advokatur, forkvinna, Ósbjørn Jacobesen, arkitektur og Herleif Hammer, stjóri á Tjóðsavninum

Fornminnisnevndin ger tilmæli til landsstýrismannin um friðing av bygningum og umliggjandi øki. Eisini tekur Fornminnisnevndin støðu til, um friðað fornminni kunnu verða tikin úr friðing, eitt nú tá ætlanir eru um bygging ella vega- og tunnilsgerð í økjum, har fornminni eru staðfest. 

- Tað er avgerandi, at vit hava skipanir, ið verja og varðveita okkara mentanararv. Fornminni og søguligir bygningar eru ikki bert minnismerki um fortíðina, men eisini ein grundleggjandi partur av okkara samleika, sjálvsfatan og framtíðar menning. Arbeiðið hjá Fornminnisnevndini er ein týðandi liður í at verja og varðveita fornfrøðiliga og bygningaliga mentanararvin, sigur Eirikur í Jákupsstovu, landsstýrismaðurin við mentamálum við heimasíðuna hjá Almanna- og mentamálaráðnum.

Fornminnisnevndin er tilnevnd fyri fýra ár í senn.

Tjóðsavnið hevur skrivstovuhaldið fyri Fornminnisnevndina.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 25. september 2025

14 Leygardagur 27. september 2025

Allur fólkaskúlin á sama KT-neti

Frá minsta skúlanum á Húsum til størsta skúlan á Fløtum

 
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Allir næmingar og lærarar í Føroyum hava nú sama trygga og vælvirkandi KT-net í skúlanum - frá minsta skúlanum á Húsum til størsta skúlan á Fløtum í Havn

Hetta er úrslitið av tøttum samstarvi millum Undirvísingarstýrið, kommunurnar, Gjaldstovuna og skúlarnar kring landið.

Øll KT-útgerð og net eru savnað í eina felags loysn, sum lýkur neyðug trygdarkrøv og skapar eitt javnt støði fyri allar skúlar – stórar sum smáar. Sostatt fáa lærarar felags og álítandi KT-amboð at arbeiða við og næmingar kunnu ferðast í einum tryggum KT-umhvørvi, tá teir eru í skúla.

Við Skúlaneti verður KT ikki longur rikið hvør sær á einstøkum skúla, men miðsavnað. Tað ger tað bæði einfaldari og tryggari, og styrkir samstundis fólkaskúlan, sum við hesum tekur enn eitt stig inn í talgildu framtíðina.

- Við Skúlaneti hava allir skúlar ein skynsaman KT-rakstur, har trygdin er í hásæti. Hetta gevur lærarum og leiðslum størri frælsi at brúka sína orku til undirvísing og menning, heldur enn umsiting og KT-uppgávur. Skúlanet ger fólkaskúlan meira samanhangandi, tryggan og framskygdan, sigur Hjalmar Hansen, stjóri í Undirvísingarstýrinum.

Fakta um Skúlanet

• Skúlanet er partur av Heildarætlanini fyri KT í undirvísingarverkinum frá 2020.

• Veitingarnar fevna um trygt undirstøðukervi, brúkaraumsiting, KT-loysnir, KT-trygd, skjalhald og stuðul.

• Skúlanet loysir truplu KT-uppgávurnar fyri skúlarnar, so lærarar kunnu hugsavna seg um frálæru og undirvísing.

• Skúlanet er tilsvarandi Landsnet, sum hevur verið miðsavnað KT-kervi hjá landinum seinastu 20 árini.

• Samstarvið um Skúlanet er millum Undirvísingarstýrið, kommunurnar og Gjaldstovuna, og veitingar verða veittar saman við føroyskum undirveitarum.

• 7130 næmingar, 1094 lærarar og starvfólk 40 skúlar og 24 kommunur eru partur av Skúlaneti.

• Skúlin á Fløtum er størsti skúli við 784 næmingum og lærarum. Skúlin á Húsum er minsti skúli við 2 næmingum og lærara.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 26. september 2025

15
Leygardagur 27. september 2025

Skulu byggja størstu tvíkilju higartil í Føroyum

MEST og MOWI hava gjørt avtalu um, at MEST byggir eina tvíkilju, sum verður 24 metrar long og 12 metrar breið. Hon skal eftir ætlan latast MOWI í apríl 2027

Hans Jákup Mikkelsen, stjóri á MOWI í Føroyum. og Mouritz Mohr, stjóri á MEST, tá sáttmálin var undirskrivaður (Mynd: Mest)
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

Í vikuni skrivaðu MEST og MOWI undir avtalu um bygging av eini tvíkilju, sum verður 24 metrar long og 12 metrar breið.

Hetta er ikki eiti á, tí talan verður um higartil størstu tvíkilju í Føroyum.

MEST skrivar eisini, at hon er eitt greitt tekin um tørvin á størri deksplássi, størri útgerð og umstøðum umborð.

- Umborð á tvíkiljuni eru tvey eittmanskømur, umframt galla og uppihaldsrúm. Tvíkiljan er serliga sniðgivin til nýtslu sum vinnufar í alivinnuni í Føroyum, og lýkur krøvini hjá Sjóvinnustýrinum. Fyri at nøkta krøvunum til at lyfta og handfara størru útgerðina, sum alibrúkini brúka, er tvíkiljan millum annað útgjørd við tveimum stórum kranum

Tvíkiljan skal hava stórar bóg- og síðuskrúvur, og verður latin við DP-skipan.

- MEST fylgir væl við menningini í alivinnuni og leggur seg eftir at veita framkomnar tvíkiljur í eini høgari góðsku til kappingarførar prísir, sigur Mouritz Mohr, stjóri á MEST.

Tvíkiljan verður latin í apríl 2027.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 25. september 2025

16
Leygardagur 27. september 2025

Nýggi Vermland á Hvalvík á fyrsta sinni

Nýggja skipið skal hava heimstað í Streymnesi

(Mynd: Sjómanstrúboðarin)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Mikudagin kom nýggi Vermland hjá Spf. Vermland til bryggjuna í Hvalvík. Gamli Vermland hevði heimstað í Danmark, men eigararnir hava hesaferð valt, at nýggja skipið skal hava heimstað í Streymnesi, skrivar Sunda kommuna á heimasíðuni.

Í sambandi við at nýggi Vermland fyri fyrstu ferð vitjaði í Hvalvík, vóru borgarstjórin og formaðurin í vinnu- og umhvørvisnevndini umborð og heilsaðu uppá manningina og eigararnar við einari heilsan. 


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 24. september 2025

17
Leygardagur 27. september 2025

Toskakvotan á Flemish Cap hækkar aftur

Toskastovnurin er so mikið væl fyri nú, at vísindaráðið hjá Nafo metir, at ein varðisliga økt veiða er ráðilig

(Savnsmynd)
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

Ársfundurin í NAFO (Northwest Atlantic Fisheries Organization) er júst liðugur. Hann varð hildin í Halifax í Kanada í døgunum 15. til 19. september, skrivar Fiskivinnu og samferðslumálaráðið á netinum.

Støddin á toskastovninum á Flemish Kap hevur verið skiftandi, síðani latið varð uppaftur fyri fiskiskapi í 2010. Limalondini eru samd um at lata toskastovnin koma fyri seg við at hava eitt varligt veiðitrýst. 

Nýggja fyrivarnis-meginreglan vísir, at stovnurin er væl fyri, og NAFO-Vísindaráðið mælti tí til eina hækking av mest loyvdu veiðu, sum samstundis tryggjar, at veiðan framhaldandi er burðardygg. 

NAFO-limalondini samdust um eina hækking upp á 21,7 prosent, og mest loyvda veiðan varð ásett til 15.360 tons fyri 2026. Føroyski parturin av toskakvotuni er 22,35 prosent, og verður føroyski parturin sostatt 3.433 tons, samanborið við 2.819 tons í ár. Smærru kvoturnar av svartkalva og kongafiski eru tær somu, ávikavist 187 tons og 69 tons.

Kanada lat í fjør upp aftur fyri fiskiskapi eftir toski á Grand Bank, har veiðibann hevur verið síðani 1993. Kanada hevur eina kvotu á 95 prosent av mest loyvdu veiðu. Føroyar hava eina kvotu upp á 40 tons í 2026, samanborið við 20 tons í ár.

Rækjustovnarnir á Flemish Kap og Grand Bank hava trupult við at koma fyri seg. Veiðibann hevur verið á Grand Bank síðan 2015 og á Flemish Kap síðan 2022. Limalondini vóru samd um at halda áfram við veiðibanninum, eins og vísindaráðið mælir til. Kanningar vísa tó, at rækjustovnurin í kanadiskum sjógvi er vaksandi og útbreiðsluøkið broytt. Vísindaráðið fyrireikar nýggja stovnsmeting, og eitt tilmæli um rækjuveiðu á Grand Bank til næsta ársfund.

Føroyska sendinevndin var mannað við umboðum úr Fiskivinnu- og samferðslumálaráðnum, Vørn, Føroya Reiðarafelag og Felagnum Línuskip. 

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 22. september 2025

18
Leygardagur 27. september 2025

Enniberg farin nýggjan túr

Fiskireiðskapin er skiftur út, ymiskt viðlíkahald gjørt og síðani er skipið riggað til nýggjan túr, hesaferð eftir svartkalva

Karl Danielsen, skipari og Mortan Hansen, stýrimaður (Mynd: Sjómansmissiónin)
SkrivaÐ:

Føroyska Sjómansmissiónin

Í vikuni fór frystitrolarin Enniberg nýggjan túr.

Trolarin hevur ligið á Havnini síðani hann kom av rækjuveiðu úr Barentshavinum. Fiskireiðskapin er skiftur út, ymiskt viðlíkahald gjørt og síðani er skipið riggað til nýggjan túr. 

Karl Danielsen er skipari og hann sigur soleiðis.

- Skipið er nú aftur klárt til fiskiskap, og hesaferð verður tað eftir svartkalva. Kósin verður sett vestur í hav, tí vit skulu fyrst royna í Eysturgrønlandi áðrenn vit fara at royna í Útnyðringsgrønlandi.

- Er hetta góð tíð eftir svartkalva?

- Tað veit eg ikki. Men vanliga siga menn, at tað er best at vera liðugur við kvoturnar í Eysturgrønlandi áðrenn novembermánaði kemur, tí eftir tað kann ísur forða fiskiskapinum. Samstundis er tað eisini best at verða liðugur við kvotuna í Útnyðringsgrønlandi áðrenn november kemur, tí tá kann eisini ísur forða fiskiskapinum har. Tí vóna vit at fiskiskapurin kemur at gangast væl, sigur Karl Danielsen.

24 mans eru við Enniberg á hesum túrinum.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 24. september 2025

19 Leygardagur 27. september 2025

Fjord: Tilvildarlig vitjan úr Íslandi gjørdist til samstarvsavtalu

Føroyskt sniðgivnu brúkslutirnir koma nú eisini á íslendska marknaðin. Eigararnir av Elding Whale Watching komu sum ferðafólk inn í handilin hjá Suffíu Nón í Fuglafirði

– Hetta er eitt stórt stig fyri eina lítla føroyska fyritøku sum okkara, sigur Suffía Nón (Mynd: Njord)
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

Fjord hevur gjørt samstarvsavtalu við íslendsku fyritøkuna Elding Whale Watching. 

Hesum boðar fyritøkan í Fuglafirði frá. Samstarvið merkir, at føroyskt sniðgivnir brúkslutir frá Fjord nú eisini verða seldir í sølubúðum í Reykjavík og Akureyri.

Elding Whale Watching verður lýst sum ein viðurkend familjufyritøka við 25 árum á baki, og er hon ein av fremstu fyritøkunum í Íslandi innan hvala-safari. Elding hevur útferðabátar og sølubúðir í Reykjavík og Akureyri, og tey fáa túsundtals vitjandi hvørt ár.

Komu inn í handilin í Fuglafirði sum turisitar

Hetta nýggja samstarvið byrjaði heilt av tilvild.

Njord greiðir í skrivi sínum frá at eigararnir í Elding Whale Watching vóru á vitjan í Føroyum, tá teir eins og onnur ferðafólk, komu inn í sølubúðina hjá Fjord í Fuglafirði.

- Tey blivu somikið hugtikin av vørunum, ið listakvinnan Suffía Nón hevur skapað, at tey - hóast øll myndevnini vóru føroyskt - beinanvegin ynsktu at bíleggja vørur til teirra sølubúðir í Íslandi. Vørurnar við føroysku myndevnunum seldu framúr væl í Íslandi, og tað vísti seg skjótt, at áhugin fyri einum tættari samstarvi var somikið stórur, at avtala bleiv gjørd at Fjord skuldi sniðgeva vørur við íslendskum myndaevnum. 

Í august fór so fyrsta sendingin av Fjord vørum, við íslendskum myndaevnum, til Ísland.

Suffía hevði síðani tá verið og vitjað í Íslandi fyri at fáa íblástur til vørurnar, ið hava myndevnir so sum Geysir, Hallgrímskirkja, Kirkjufell osfv. 

– Hetta er eitt stórt stig fyri eina lítla føroyska fyritøku sum okkara. Eg hevði í mínum stilla sinnið viðhvørt hugsað, at tað hevði verið ordiliga spennandi at roynt at komið inn á íslendska marknaðin, men eg hevði als ikki droymt um at ein íslendsk fyritøka soleiðis bara møtti upp í handlinum,  sigur Suffía Nón.

Fjord hevur ment seg frá at vera eitt frítíðarítriv, til at vinna heiðurin sum Ársins Íverkseti 2024, og í februar 2025 at vinna heiðurin sum Føroya Besta Vørumerki; og so nú sniðgeva brúkslutir til aðrar marknaðir. Allar vørurnar verða sniðgivnar av Suffíu Nón, sum fær íblástur í føroysku náttúruni, mentanini og siðaarvinum. Suffía eigur og rekur fyritøkuna saman við manni sínum, Boga Nón.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 24. september 2025

20 Leygardagur 27. september 2025

Hilmar Eliasen í nýtt stjórastarv

Fyrrverandi stjórin hjá Strandfaraskipum Landsins tekur 1. desember við starvinum sum samferðslustjóri í Ærø kommunu í Danmark

Hilmar Eliasen (Savnsmynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Alda Nielsdóttir

Fyrrverandi stjórin hjá Strandfaraskipum Landsins, Hilmar Eliasen, er settur í starv sum samferðslustjóri í Ærø kommunu í Danmark.

Hilmar Eliasen var stjóri hjá Strandfaraskipum Landsins frá 2014 til 2022. Eftirfylgjandi hevur hann verið løgfrøðiligur ráðgevi hjá grønlendska Nukissiorfiit. Hann tekur við nýggja starvinum á Ærø 1. desember, skriva miðlarnir TV2 Fyn og Maritime Danmark.

– Sum nýggjur samferðslustjóri síggi eg fram til at standa á odda fyri samlaða flutninginum á Ærø, har vit bæði varða av siðbunda ferjurakstrinum og lokalu ferðsluni á oynni. Samstundis skulu vit seta kósina móti grønari og meira framtíðartryggjaðum flutningi, sigur Hilmar Eliasen.

– Við Hilmar fær Ærø ein samferðslustjóra, sum hevur nógvar royndir og eina sterka strategiska fatan av bæði rakstri og menning, sigur Allan Krogh Filtenborg, kommunustjóri á Ærø.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 20. september 2025

21 Leygardagur 27. september 2025

Sissal Maria Rasmussen framflutt til lektara í máltøku

Sissal Maria Rasmusssen er framflutt til starv sum lektari á Føroyamálsdeildini á Fróðskaparsetri Føroya

 
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Sissal hevur verið í starvi sum adjunktur á Fróðskaparsetri Føroya síðan 2020, ið er sama ár, sum hon fekk ph.d.-heiti fyri ritgerð sína um máltøku hjá føroyskum børnum við serligum denti á orðfeingi.

Í 2002 fekk hon kanditatprógv frá universitetinum í Keypmannahavn, og hon var innskrivað til ph.d.-lestur bæði á Syddansk Universitet og Fróðskaparsetrinum, ein sonevnd dupult innskriving (double degree). Heitið á phd.-ritgerðini er "Færøske børns tidlige ordforrådstilegnelse – Adaption og normering af en færøsk version af MB-CDI-forældrerapporter”.

Í starvi sínum sum adjunktur á Fróðskaparsetri Føroya hevur Sissal undirvíst á útbúgvingum bæði á master- og bachelorstigi, eins og hon hevur staðið fyri og verið við í fleiri granskingarverkætlanum, eitt nú eini granskingarverkætlan um ljóðligu menningina hjá føroyskum børnum, ið er samstarv millum Fróðskaparsetur Føroya, Syddansk Universitet og Háskóla Íslands.

Tá ið vísindastarvsfólk á Fróðskaparsetri Føroya verða framflutt til lektara, skal ein umsókn sendast eini uttanhýsis metingarnevnd við útlendskum granskarum. Vanliga er eitt føroyskt umboð eisini partur av metingarnevndini.

Uppgávan hjá metingarnevndini er at meta um umsøkjaran út frá fýra atlitum: 1) vísindaligum útgávum, 2) undirvísing og vegleiðing, 3) miðlan av gransking og 4) fyrisitingarligum royndum.

Limirnir í metingarnevndini vóru samdir um, at akademisku avrikini hjá Sissal lúka allar akademiskar treytir og mæltu tí til, at Sissal Maria Rasmussen verður útnevnd lektari á Fróðskaparsetri Føroya.

Í metingarnevndini vóru:

  • Jógvan í Lon, professari í málfrøði, Føroyamálsdeildin, Fróðskaparsetur Føroya (forfólk)
  • Edit Bugge, professari, Høgskulen på Vestandet í Noregi
  • Carsten Elbro, professari, Københavns Universitet


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 20. september 2025

22 Leygardagur 27. september 2025

Nýggir bústaðarmøguleikar – til kundar hjá LÍV

Fastognarfelagið hjá LÍV-samtakinum byggir í løtuni 33 íbúðir á Argjum og 56 íbúðir í miðbýnum í Klaksvík – kunnandi fundir verða í næstu viku

Á Hamrinum á Argjum er talan um tríggjar íbúðarbygningar - Kontrast hevur teknað
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

LÍV Fastogn, sum er partur av LÍV, er farið undir tvær bústaðarverkætlanir: Onnur á Hamrinum á Argjum og hin við Sandin í Klaksvík. Kunningarfundir um bygningarnar eru settir á skrá í næstu viku.

Talan er um nútímans leiguíbúðir, ið verða ætlaðar kundum hjá LÍV. Íbúðirnar verða klárar á sumri næsta ár. Allir kundar kunnu tekna seg til eina íbúð, men tað verður gjørt vart við, at eftirlønarkundar hjá LÍV, sum hava goldið inn regluliga ella nú fáa eftirløn útgoldna, hava framíhjárætt.

Endamálið hjá LÍV Fastogn er at spjaða íløgurnar hjá kundunum og samstundis tryggja, at eftirlønaruppsparingin kemur kundunum og samfelagnum yvirhøvur til góðar.

Á Hamrinum á Argjum verða bygdir tríggir bygningar í fýra hæddum við í alt 33 íbúðum. Íbúðirnar eru millum 105 og 120 brutto fermetrar við ymiskum rúmmøguleikum. Harumframt verður eitt felagshøli til íbúgvarnar.

Við Sandin í Klaksvík verður talan um ein bygning í fýra og fimm hæddum við í alt 3.041 fermetrum býttir upp í íbúðir á 56 til 105 brutto fermetrar.

LÍV Fastogn býður øllum áhugaðum, sum vilja frætta nærri um bústaðarverkætlanirnar, á kunningarfund í viku 40:

  1. oktober kl. 18-19 verður kunningarfundur um bygningin við Sandin í Klaksvík  í Varpinum. 
  2. oktober kl. 18-19 verður kunningarfundur um bygningin á Hamrinum á Argjum á Hotel Hilton í Havn.

Tilmelding krevst. Meira her 

[object Object]Við sandin í Klaksvík er talan um ein bygning við íbúðum í trimum og fýra hæddum. SNA Arkitektar hava teknað

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 24. september 2025

23
Leygardagur 27. september 2025

So fara vit aftur til Mánan

- Tað vildi verið hugaligt og ynskiligt at okkara granskararar og Fróðskaparsetrið eisini huxaðu um rumdargransking og teir risa møgulleikar sum eru har

 
SkrivaÐ:

Johan Mortensen

NASA Artemis 2 mannaða ferðin til mánan er sett at verða í februar 2026.

Við space skipinum Orion CM-003 fara 4 djarvir astronautar eina 10 daga ferð kring mánan.

Gongur alt væl, so er væntandi at Artemis 3 fer at  seta fólk á mánan longu í 2027 hetta verður eitt samstarv millum NASA og Elon Musk við Space X.

Gongur henda ætlan eftir vild verður mett at longu i 2030 er bygd ein mannað støð á mánanum.

Vit tosa nogv um gransking i Føroyum i hesum døgum. Tað vildi verið hugaligt og ynskiligt at okkara granskararar og Fróðskaparsetrið eisini huxaðu um rumdargransking og teir risa møgulleikar sum eru har bæði við gransking og møgulleikar fyri føroyskt vinnulív.

Umvegis okkara David Arge og DTU SPACE hava vit gott samstarv vid NASA og ikki at gloyma, at Føroyar hava ein ávísan leiklut i stóru sensatiónina tá tekin uppá lív á Mars vóru funnin.

Johan Mortensen

[object Object]Astronautarnir á Artimis II-ferðini eru Christina Koch, Victor Glover, Reid Wiseman og Jeremy Hansen

[object Object]

[object Object]

 

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 27. september 2025

24 Leygardagur 27. september 2025

Góð kvøld frá Føroyabanka

Farna vikuskiftið var aftur møguleiki at uppliva dygdarmat av Bankanum

 
SkrivaÐ:

Johan Mortensen

Matstovurnar Áarstova og Barbara vóru fullsettar farna vikuskiftið tá Føroyabanki aftur var á skránni. Hesi kvøld eru nú ein partur av gastronomiska kalendarinum í Havn, og gestir fingu aftur hesaferð eina góða uppliving av fólksins ogn frá Føroyabanka.

Forvitnisligt er at síggja nýggjar rættir, sum dugnaligu kokkarnar seta sín dám á. Hesaferð var so heppið, at eisini høgguslokkur av Føroyabanka var við á Barbaru matskránni.

Stuttligt at eisini føroyskar  rósur, hvonn, kammilla og atarmagarurt verða nýtt til hesar ymsu rættirnar. 

Fleiri myndir her

[object Object]

[object Object]

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 22. september 2025

25 Leygardagur 27. september 2025

Unn Paturson skrivað verk til heystkonsertina hjá Føroya Symfoniorkestri

Harvið skrivar hon søgu sum tann fyrsta føroyska kvinnan, sum hevur skrivað verk fyri symfoniorkestur. Unn Paturson hevur arbeitt við "Útgreiningini" seinastu trý árini - hetta verkið og tvey onnur verða framførd í kvøld og í morgin

 
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

Unn Paturson er fyrsta føroyska kvinna, ið hevur skrivað verk fyri symfoniorkestur.

Hetta staðfestir Føroya Symfoniorkestur, sum í dag avdúkar sína skrá fyri heystkonsertir sínar. Tær verða framførdar hetta vikuskifti - í kvøld í Norðurlandahúsinum og sunnudagin í Løkshøll.

Unn Paturson  hevur skrivað tónleik í nógv ár, og hevur millum annað verið tilnevnd Tónleikavirðisløn Norðurlandaráðsins. Hesari uppgávuni hevur hon arbeitt við seinastu trý áriri. Unn hevur fingið vegleiðing frá Li Ying, ið er ættað úr Taivan, men er búsitandi í Keypmannahavn.

Nýskrivaða verkið, ið nevnist ”Útgreiningin”, verður frumframført til heystkonsertina. Hetta saman við tveimum øðrum verkum.

Gandafloytan overtura 
Gandafloytan var seinasta opera, Mozart (1756-1791) skrivaði, bert fáar mánaðir áðrenn hann andaðist, 35 ára gamal. Tað hátíðarliga og tað fólksliga ganga hond í hond í Gandafloytuni. Mozart var liðugur at skriva stuttu overturuna tveir dagar áðrenn frumframførsluna 30. september 1791 í Theater auf der Wieden í Eysturríki. Søgan er eyðkend og snýr seg um tvey elskandi, ið mugu ferðast gjøgnum eld og vatn, áðrenn tey til endans kunnu vera saman.

Útgreiningin 
Unn Patursson (1974) hevur skrivað tónleik í mong ár, tó mest fyri kór men eisini einstøk tónleikaverk til ljóðføri og ensemble. Unn varð í 2022 tilnevnd Tónleikavirðisløn Norðurlandaráðsins fyri verkið "1902", framført av bólkinum Kata, har hon sjálv syngur við og eisini stjórnar.

Útgreiningin er eitt verk til symfoniorkestur í sjey samanhangandi pørtum.Tað er ein roynd við tónleiki at lýsa ávísar kenslur og sálarligar sinnisstøður í einum meldurkendum tíðarskeiði í lívinum.

 Partarnir eita 'Farstøð I', 'Skip í mjørkanum I', 'Tyngd', 'Skip í mjørkanum II', 'Sirkus!', 'Gulir gummistyvlar, skvatla í hyljum' og 'Farstøð II'. 

[object Object]

"Tann italienska"

Í 1832 heiðraði Royal Philharmonic Society í London unga týska komponistin Felix Mendelssohn Bartholdy (1809-1847) við at geva honum fleiri kompositiónsuppgávur. Eitt av verkunum, hann tá skrivaði, var hansara 4. symfoni, eisini rópt "Tann italienska".

Verkið er grundað á upplivingar hjá unga Mendelssohn í Italia í 1830 og 1831. Verkið bleiv frumframført í 1833, og Mendelssohn stjórnaði sjálvur orkestrinum. Hóast verkið ikki bleiv so væl móttikið í fyrstani, so hevur ”Tann italienska” í dag eitt fast pláss á ovastu hill millum klassisku meistaraverkini.

Bernhardur Wilkinson stjórnar Føroya Symfoniorkestri.

[object Object]


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 23. september 2025

26 Leygardagur 27. september 2025

Sissal og Eugen á ovastu rók

Hóast veddingarfyritøkurnar ikki roknaðu við tí stóra, so kláraði føroyska umboðið í Vild med Dans seg framúr væl í einum paso doble

(Mynd: Krestine Havemann / TV2)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Hon er ikki favorittur til Vild med Dans, men veddingarfyritøkurnar munnu fara at hyggja nærri eftir oddsunum til næsta fríggjakvøld, tí Sissal og Eugen fingu flest stig frá dómarunum í gjárkvøldið.

Í einum paso doble-dansi til lagið "Where Have You Been" hjá Rihanna imponeraðu Sissal Jóhanna Norðberg Niclasen og Eugen Miu dómararnar, og fingu heili 14 stig. Flest av øllum pørum.

- Tú helt teg róliga í mátanum, tú bar teg at. Tykkara kropsburður var framúr. Eg haldi tit gjørdu tað ordiliga gott, segði dómarin, Lene James Mikkelsen.

Og tað var ein lættað Sissal aftaná dansin.

- Tað er so feitt at vera pískaður so leingi og at tað endiliga riggaði. At onnur kunnu síggja, at eg havi gjørt eitt gott arbeiði, segði Sissal.

[object Object]

Eins og undanfarin ár verður byrjað róliga, og eingin verður tveittur úr í fyrstu sending. Hinvegin telja atkvøðurnar og stigini frá dómarunum við komandi fríggjadag.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 26. september 2025

27 Leygardagur 27. september 2025

Upphav – leikur um skaðadagin í Hesti í 1919

Gunnvá Zachariasen hevur skrivað og spælir sjálv – um smeitin hjá formøðrum hennara

 
SkrivaÐ:

Innsent

Upphav er eitt leikverk, sum tekur útgangsstøði í skaðadegnum í Hesti 1. apríl 1919,  tá 11 menn sjólótust.

- Upphav er  eitt leikverk um mínar formøður, sum sótu eftir. Upphav er ein hugleiðing um smeitin hjá mínum formøðrum. Mínum upphavi, sigur Gunnvá Zachariassen frá leikbólkinum Tvazz.

Brot úr Hest søgu efitr  Jens Chr. Poulsen:

“Fyrsta apríl 1919 fóru tríggir bátar á havið, tvey seksmannafør og eitt fýramannafar við fýra monnum. Harðasti streymur var og mysing, men ørgrynna av fiski. Skjótt drógu allir upp í bátarnar og koyrdu segl á aftur at landi. So mikið var av vestanvindi, at hann var um at taka leyst innanfyri. Tá ið tað seinra seksmannafarið “Roysningurin” var komið nakað inn, helt ein á bátinum seg síggja fýramannafarið sigla langt undan teimum og var leiðin hjá teimum inn á Hælin. Vestfallskyrrindi vóru og teir munnu helst ikki hava torað inn á Koltursund fyri íðuni, ið væntaðist at vera í tann dagin. Bæði seksmannaførini fóru inn á Koltursund og komu fram í øllum góðum. Tá ið “Roysningurin” var komin á land, og teir sóu, at fýramannafarið var ikki komið, kom ótti á teir; men lítið varð tosað, tí eingini vildi leypa ræðslu á tey, ið avvardu. Tá ið tað var blivið hálvmyrkt, og eingin bátur var komin, var eingin ivi um, at ein vanlukka var hend. Sjey menn tóku seg saman at fara at leita eftir teimum. Lykt høvdu teir við sær. Um ta tíðina, tá ið teir vóru komnir út fyri Hæl, varð ein sovorðin bøla niða, at ein sá einki burtur frá sær, og munnu teir tá hava rógvið seg á land. Eingin dugdi at svimja, hvørki á fýramannafarinum ella seksmannafarinum...

Onkur eggjaði til at manna ein annan bát og fara at leita eftir teimum; men tá segði ein maður, ið mist hevði ein son á tí seinra bátinum nei; tí, segði hann, at um ein bátur fór avstað aftrat, so kom hann heldur ikki aftur. Teir fóru so til gongu út í Hælin og róptu, um nakar var har. Har kom einki aftursvar. Deyðans tøgn hevði tikið alt í sín kalda favn. Einans eitt tjaldur læt sítt klipp, klipp sum ein gravarsang yvir teimum, ið farnir vóru.”                      

Toymið handan leikin:

Hugskot og leikrit: Gunnvá Zachariasen
Leikstjórn og dramaturgi: Marita S. Dalsgaard
Tónasmið: Anna Katrin Ø. Egilstrøð
Ljóssnið: Silje Grimstad, NO
Framleiðsla: TVAZZ í samstarvið við Leikhús SKIFT

Leikurin verður frumframførdur í Skálanum í Norðurlandahúsinum 4. oktober í sambandi við norðurlendska pallistafestivalin VERK – Nordic Stage Days. Síðani verða framførslur í Norðurlandahúsinum/Skálanum frá týsdegnum 7. oktober til sunnudagin 12. oktober. Atgongumerki fáast á nlh.fo

Rundferð kring landið

Leikurin er gjørdur til at fara á rundferð í Føroyum. Í fyrstu atløgu í høvuðsstaðarøkinum og síðani kring alt landið, har ætlanin er at framføra á størri og smærri støðum. 

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 23. september 2025

28 Leygardagur 27. september 2025

Svein í Prestgarði hevur útgávukonsertir í Salt og Lívdini

Ókeypis konsertirnar vera í Salt í kvøld og í Lívdini í annaðkvøld. "Í gjár í dag, ja alla tíð" er framleidd í Noregi og ílatin countrydám

 
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Í kvøld og í annaðkvøld vera útgávukonsertir í ávikavist Salti og Lívdini. Tað er Svein í Prestgarði, sum framførir í samkomunum.

- Hetta sama vikuskiftið seinast í september, fyri júst 10 árum síðani, kom fyrsta útgávan hjá Sveini út á marknaðin og fekk stórfingna móttøku.

Hetta er ikki tann fyrsta útgávan hjá Sveini í Prestgarði síðani. Hendan er framleidd í Noregi og ílatin countrydám.

Útgávan ber heitið  "Í gjár í dag, ja alla tíð". Sum aðrar útgávur hjá sangaranum, so er talan um andaligar sangir.

Svein í Prestgarði hevur við sær systir sína, Rakul Erlendsdóttir og fleiri, ið syngja. Tónleikabólkurin er mannaður við Bernhardi Petersen á odda.

Báðar konsertirnar um vikuskiftið byrja klokkan 20 og eru ókeypis.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 25. september 2025

29 Leygardagur 27. september 2025

Við Tóru og Siggu og Sáru inn í góðu søguna

Saman við bókini er bóklingur um samrøðulesing lagdur, sum skal eggja starvsfólkum á dagstovnunum at samrøða við børnini um bókina

Endamálið við samrøðulesing er, at barnið er virkið í lesingini og luttekur saman við upplesaranum, og at tey saman tosa um myndir, tekst og orð
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Í hesum døgum verður bók borin út á allar dagstovnar í Føroyum. Saman við bókini er bóklingur um samrøðulesing lagdur, sum skal eggja starvsfólkum á dagstovnunum at samrøða við børnini um bókina.

Saman við Bókadeild Føroya Lærarafelags gevur Føroyar lesa út bókina Tóra og Sigga og Sára saman við eini samrøðuvegleiðing. Bókin er sera væl egnað samrøðulesibók at tosa um vinaløg – heima og í barnagarðinum. Allir dagstovnar í Føroyum, sum hava børn í barnagarðsaldri, fáa tvey eintøk av bókini ókeypis saman við vegleiðingini.

Endamálið við samrøðulesing er, at barnið er virkið í lesingini og luttekur saman við upplesaranum, og at tey saman tosa um myndir, tekst og orð. Ágóðarnir við samrøðulesing eru eitt nú, at barnið hoyrir ljóðini í orðunum, fær eina fatan av, hvussu ljóð og orð eru bygd upp, hoyrir nýggj orð, fyribrigdi og hugtøk, verður varugt við skriftmálið. fær nærveru og uppmerksemi frá einum vaksnum og sjálvandi hoyrir eina góða søgu.

Lesiløtan styrkir tískil bæði mál, kognitivu førleikarnar, so sum minni og uppmerksemi, og trivnaðin og hugsavnanina. Tað týdningarmesta er ikki, hvussu leingi tú lesur, men hvussu tú lesur. Sjálvt lítil børn undir eitt ár hava gagn av lesiløtuni.

Tóra og Sigga og Sára er dømi um samrøðubók ætlað børnum í aldrinum 3-6 ár. Í vegleiðingini eru góð ráð um, hvussu tú kanst fáa eina góða lesiløtu saman við børnunum. Hesi hugskotini og hátturin at lesa uppá kann nýtast í nógvum øðrum bókum, og hetta er bara íblástur til, hvussu vit kunnu lesa við børnum.

Vegleiðingin kann eisini takast niður her

Marie Norin og Emma Adbåge hava skrivað bókina, og Sissal M. Rasmussen hevur skrivað bóklingin til samrøðulesingina, skrivar NÁM.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 23. september 2025

30 Leygardagur 27. september 2025

Mette F: - Álvarsligt álop á kritiska undirstøðukervið

Hon kann onki siga um, hvør stóð aftanfyri. Men ætlanin við álopinum var at skapa stúran og órógv, heldur danski statsministarin

Mette Frederiksen (Mynd: EPA)
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

- Tað vit sóu í gjárkvøldið er higartil mest álvarsliga álopið móti kritiskum donskum undirstøðukervi. Tað sigur nakað um, hvat tað er fyri eini tíð, vit liva í, og hvat vit sum samfelag skulu vera búgvin til at kunna handfara.

Tað segði Mette Frederiksen, statsministari, týsdagin í viðmerking um ókenda dronuvirksemið, sum varð staðfest yvir floghavnini í Kastrup mánakvøldið.

Spurd um hon hevur illgruna um, at tað eru russar, sum standa aftanfyri, svaraði Mette Frederiksen, at onki kann útilokast, heldur ikki russar. Serliga í ljósinum av, at russiskar dronur hesa seinastu tíðina eru sæddar í eitt nú Polandi og baltisku londunum, og at teldusníkar eisini hava framt netálop á evropeiskar flogvøllir.

Tí metir hon, at hendingin í gjárkvøldið skal síggjast í eini størri heild.

- Eg kann ikki siga annað, enn at talan var um eitt sera álvarsligt álop á danska undirstøðukervið, segði hon.

- Óansæð hvør stendur aftan fyri dronuálopið, so mugu vit ganga út frá, at onkur hevur havt eina ætlan – eitt motiv – við at gerar tað. Men hvør ætlanin var, vita vit ikki enn.

Men statsministarin hevur eitt boð:

- Tað sjálvsagda. At órógva og skapa órógv. At skapa stúran. Hygg hvussu langt tey kunnu fara fyri at royna mørkini, segði Mette Frederiksen, sum vísir á, at dronur ikki hoyra heima nærhendis einum flogvølli.

- Í øllum førum er tað, ið er hent, skeivt og álvarsligt, segði hon. 

Seinni í vikuni stóðst aftur rokan orsaka av dronum yvir donskum floghavnum. Hesaferð í Jútlandi, har flogvøllurin í Aalborg mátti latast aftur. Eisini vóru dronur sæddar yvir flogvøllinum í Esbjerg og Sønderborg, uttan at hetta órógvaði flogferðsluna har, tí tær vóru tá latnar aftur fyri náttina.

Dronur vórðu eisini sæddar aðrastaðni í Jútlandi mikukvøldið, eitt nú í Billund, hernaðarflogstøðina í Skrydstrup og herstøðir í Holstebro og Aalborg. 

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 23. september 2025

31 Leygardagur 27. september 2025

Broyting í donsku stjórnini

Eygleiðarar meta at flokkurin hjá Mette Frederiksen er farin at brynja seg til komandi fólkatingsvalið, sum verður í seinasta lagið í oktober næsta ár

Rasmus Stoklund, her saman við Ruth Vang, skiftir skattamálaráðið út við útlendingamálaráðið (Savnsmynd: fmr.fo)
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

Mette Frederiksen hevur í vikuni gjørt broytingar í donsku stjórnini. Tað boðaði danska forsætismálaráðið frá í vikuni.

Rasmus Stoklund, skattamálaráðharri, verður ístaðin útlendinga- og intagratiónsráðharri.

Kaare Dybvad Bek, útlendinga- og integratiónsráhharri, verður í staðin ráðharri í arbeiðsmálum.

Og verandi arbeiðsmálaráðkvinna, Ane Halsboe-Jørgensen, verður skattamálaráðkvinna.

- Broytingarnar í stjórnini vórðu ætlaðar áðrenn hendingarnar mánakvøldið við dronum yvir Keypmannahavnar Floghavn. Orsaka av hesum varð almenna skiftið útsett nakrar dagar.

Fólkatingsval skal vera í seinasta lagið í oktober komandi ár. Eygleiðarar hjá Danmarks Radio meta, at henda broytingin er ein liður hjá danska javnaðarflokkinum at styrkja seg til komandi val.

Eitt nú hevur Rasmus Stoklund verið ein markantur kjakarin í spurninginum um tilflytarar og útlendingar, og hann fær tí hetta málsøkið at passa í staðin fyri skattamál.

Sosialdemokratiski flokkurin er trýstur av Dansk Folkeparti júst í hesum spurningum, skrivar dr.dk. 


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 23. september 2025

32 Leygardagur 27. september 2025

Grønlendskar kvinnur fingið umbering í snyrilsmálinum

Almenna umberingin varð borin fram í Nuuk hósdagin. Metta Frederiksen vegna grønlendsku stjórnina og Jens-Frederik Nielsen vegna Naalakkersuisut

(Mynd: EPA)
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

Hósdagin fingu grønlendskar kvinnur, ið hava verið fyri órætti í sonevnda snyrilsmálinum, eina almenna danska umbering frá danska statsministeranum. Hetta hendi á einum tiltaki í Katuaq mentanarhúsinum í Nuuk.

- Eg biði um umbering fyri tann órætt, ið er gjørdur móti tykkum. Tí tit vóru grønlendingar, segði Mette Frederiksen millum annað í dag.

Og hon helt fram:

- Orsaka fyri tað, ið varð tikið frá tykkum. Og fyri pínuna, sum tað elvdi til.

- Vegna Danmark. Orsaka.

Hesin órættur helt fram eftir at Grønland í 1992 tók heim umsitingina av heilsuøkinum í nøkrum ávísum førum.

Tí hevur grønlendska landsstýrið, Naalakkersuisut, eisini viðgingið sína ábyrgd, sum Jens-Frederik Nielsen, landsstýrisformaður eisini bað um umbering fyri.

- Orsaka. Eitt lítið orð, ið hevur stóra meining. Um ein vil taka ímóti umberingini, segði hann í røðu síni.

- Vegna Naalakkersuisut biði eg um umbering til tær ungu kvinnurnar, sum hava uppliva henda órætt, ið varð víðariførdur eftir at heilsuøkið varð heimtikið, segði landsstýrisformaðurin.

[object Object]
(Mynd: EPA)

Fyrr í mánaðinum kom danska innanríkis og heilsumálaráðið við eini frágreiðing í snyrilsmálinum. Her kom fram, at minst 4.070 grønlendskar gentur og kvinnur høvdu fingið snyril ísettan við endan av 1970.

Fleiri grønlendskar kvinnur hava síðan verið frammi og greitt frá, at snyrilin var ísettur uttan teirra vitan ella at tær heilt skiltu, hvat hendi.

143 kvinnur, sum móti egnum vilja fingu snyril ísettan, stevndu í fjør Danmark fyri brot á mannarættindini. Kvinnurnar kravdu endurgjald á tilsamans 43 milliónir krónur.

Danmark hevði ábyrgdina av grønlendska heilsuverkinum fram til 1992.

Danska stjórnin hevur boðað frá, at tey eru til reiðar at stovna ein sáttargrunn, sum skal geva grønlendingum endurgjald, sum eru eru viðgjørdir órættvíst, tí teir eru grønlendingar – eitt nú kvinnurnar í snyrilsmálinum, skrivar Ritzau. 

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 24. september 2025

33 Leygardagur 27. september 2025

– Hann varð brutalt myrdur

Á minningarhaldi fyri Charlie Kirk í Arizona sunnukvøldið umrøddi amerikanski forsetin, Donald Trump drápsmannin sum "eitt víðgongt ódjór"

Amerikanski forsetin, Donald Trump og Erika Kirk, einkja Charlie Kirk (Mynd: EPA)
SkrivaÐ:

Alda Nielsdóttir

– Hann varð brutalt myrdur, tí hann talaði fyri frælsi og rættvísi, fyri Gud, landi, og skynsemi.

Soleiðis segði amerikanski forsetin, Donald Trump m.a. undir minningarhaldinum, sum varð hildið fyri Charlie Kirk sunukvøldið.

31 ára gamli Charlie Kirk varð skotin til deyðis mikudagin í undan farnu viku, meðan hann helt røðu á einum tiltaki á Utah Valley universitetinum. 22 ára gamli Tyler Robinson er handtikin og skuldsettur fyri drápið.

Tíggjutúsundatals amerikanarar savnaðust í sambandi við minningarhaldið, sum varð hildið í statinum Arizona á fótbóltsvøllinum State Farm Stadium í Glendale, har pláss er fyri fleiri enn 60.000 áskoðarum, skrivar Ritzau.

Í røðu sínari umrøddi Trump drápsmannin hjá Charlie Kirk sum eitt "víðgongt ódjór" uttan at nevna honum við navni.

– Eingin av okkum fer nakrantíð at gloyma Charlie Kirk, og tað fer søgan heldur ikki nú, segði Trump.

Eisini segði amerikanski forsetin, at Charlie Kirk ikki hataði mótstøðufólk síni og ynskti hann teimum alt tað besta.

– Tað er har, eg eri ósamdur við Charlie Kirk. Eg hati mótstøðufólk míni, og eg ynski teimum ikki tað besta, segði hann.

Áðrenn Trump trein á pallin, tosaði einkja Charlie Kirk, Erika Kirk, við áskoðararnar.

Hon segði, at hon fyrigevur drápsmanninum og siteraði orðini hjá Jesusi úr Evangeliinum eftir Lukasi: "Faðir, fyrigev teimum; tí teir vita ikki, hvat teir gera".

Erika Kirk er útnevnd til stjóri í konservativa studentarørsluni, Turning Point USA, sum Charlie Kirk var við til at stovna.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 22. september 2025

34 Leygardagur 27. september 2025

Vindfeløg hjá SEV nýggjan stjóra

Nevndin í vindfeløgunum hevur avgjørt at seta Finn Danberg í starv sum stjóri í vindfeløgunum hjá Sev. Samstundis er Hákun Djurhuus farin frá sum fyribilsstjóri

Finn Danberg (Skíggjamynd: KvF)
SkrivaÐ:

Jan Müller

Hákun Djurhuus hevur røkt starvið sum fyribilsstjóri í ávikavist vindfelagnum Húsahagi og vindfelagnum í Neshaga síðan mai í fjør, tá elveitingarlógin varð broytt.

Broytingin í elveitingarlógini tilskilar m.a., at kappingarútsett virksemi hjá Sev, herundir vindfeløgini, skulu rekast sum sjálvstøðug partafeløg. Lógin tilskilar eisini, at starvsfólk hjá Sev ikki kunnu røkja stjórastarvið og ikki kunnu sita í sessinum sum nevndarforfólk.

Finn Danberg er útbúgvin cand.merc.aud og maskinmeistari, og hevur fyrr verið í starvi hjá Sev. Hann er partaeigari og stjóri í fyritøkuni Lyfta, og hesum heldur hann fram við. Stjórastarvið í vindfeløgunum er parttíðarstarv.

- Stjórastarvið er parttíðarstarv, og hetta hevur avmarkað skaran á teimum, sum hava verið í uppskoti. Finn er tøkniliga og umsitingarliga væl fyri, og hevur eitt 'drive', sum passar væl til tað, sum vindfeløgini hava brúk fyri, sigur Bogi Bech Jensen, nevndarformaður í vindfeløgunum.

Finn Danberg tók við starvinum 1. september.

[object Object]

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 25. september 2025

35 Leygardagur 27. september 2025

Veðurlagslóg leggur ikki upp til forðingar fyri oljuleiting

Ein veðurlagslóg hevur ongar ásetingar um oljuleiting ella avgjøld til vinnuna ella fólkið sum heild. Í sjálvum sær leggur uppskotið til veðurlagslóg ikki forðingar fyri framtíðar oljuleiting í Føroyum

Stórar oljukeldur eru funnar nær Føroyum. Tær kunnu skunda undir oljuleiting við Føroyar eisini.
SkrivaÐ:

Jan Müller

Tað sigur landsstýriskvinnan við umhvørvismálum, Margit Stórá, í svari til Elsebeth Mercedes Gunnleygsdóttur, løgtingskvinnu, sum m.a spyr, um ein komandi veðurlagslóg fer at leggja forðingar fyri oljuleiting við Føroyar.  

Í svari sínum sigur landsstýriskvinnan ma.:

- Nýtslan av fossilum brennievni er ein høvuðsorsøk til veðurlagskreppuna. Og skulu heimsins tjóðir forða fyri ógvusligu avleiðingunum av veðurlagsbroytingum, er alneyðugt at avmarka nýtsluna av fossilum brennievnum skjótast gjørligt. Uppskotið til veðurlagslóg hevur tó ongar ásetingar um oljuleiting ella avgjøld til vinnuna ella fólkið sum heild. Í sjálvum sær leggur uppskotið til veðurlagslóg ikki forðingar fyri framtíðar oljuleiting í Føroyum. Lógin ásetur langtíðarmál um netto null útlát í 2050. Hetta merkir, at føroyska útlátið av vakstrarhúsgassi í 2050 ikki skal vera størri enn upptøkan ella bindingin av vakstrarhúsgassi í lendi og vøkstri og møguliga goymslu av vakstrarhúsgassi.

Víðari sigur landsstýriskvinnan:

- Vátlendi binda natúrliga nógv CO2 og tí er týðandi at verja vátlendi runt um í landinum. Eisini er tøkni longu ment at fanga og goyma CO2. Higartil eru tað serliga oljuvinnan og tungur framleiðsluídnaður, sum hava ment og brúka hesa kostnaðartungu tøkni, tí tað er hjá hesum vinnum, at orkuskiftið er trupult at fremja.

Sum flestum kunnugt arbeiðir Jarðfeingi við einari royndarverkætlan, har kannað verður, hvussu basaltfláirnar kunnu brúkast sum goymslugrýti til CO2. Í stuttum snýr tað seg um at pumpa CO2 niður í basaltfláirnar, har vatn og salt í fláunum eru við til at fremja eina rættiliga skjóta mineralisering, har CO2 verður gjørt um til tinnur. Hetta forðar fyri, at CO2 setur upp í lofthavið.

Longu nú eru fleiri vinnur, granskingarstovnar og lond, sum brúka milliónir av krónum at menna CO2-goymslur í undirgrundini, so oljuvinnan og onnur kunnu minka CO2-útlátið,fyri at hesi lond kunnu minka um teirra útlát av vakstrarhúsgassi.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 21. september 2025

36 Leygardagur 27. september 2025

Árni Frederiksberg og hinir eru ógvuliga nær føroyameistarheitinum

EB/Streymur stóð væl ímóti í beint yvir ein tíma, men so sveiggjaði 7'arin hjá KÍ gylta vinstra beinið. Tvey mál komu afturat, og skjótt fáa teir kongabláu aftur gull

Árni Frederiskberg skoraði tvær ferðir og legði upp til eitt mál í 3-0 sigrinum á Eiði - øðrum sigrinum hjá KÍ á EB/Streymi upp á fýra dagar (Savnsmynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

Í morgin kann tað verða staðfest, sum hevur verið á veg í nógvar mánaðir. Tað krevur, at KÍ fær fleiri stig á Svangaskarði, enn NSÍ fær í Sørvági. Eftir úrslitið í útsetta dystinum á Eiði mikukvøldið er greitt, at tað skal ikki nógv til afturat: Níggju stig og átta mál skilja nummar 1 og 2, nú fýra umfør resta í.

EB/Streymur stríddist annars og gjørdi leingi sítt í seinna dystinum móti KÍ uppá fýa dagar. Ósigraða oddaliðið hevði bóltin so at siga allatíðina á Eiði, men tað vóru fáir greiðir málmøguleikar fyrsta tíman.

Tað skuldi eitt gott skot hjá Árna Frederiksberg til fyri at fáa hol á. Í sambandi við hornasparksstøðu kom bólturin út aftur til 7'aran, sum hevði sníkt seg inn í brotsteigin, og hann sendi hoppandi bóltin væl  niður í longra málhornið.

Hetta var í 64. minutti. Eitt korter seinni var tað Árni, sum hengisliga fann Filip Brattbakk, og eftir gott skot av brotsteigarmarkinum varð 2-0.

Fyri at seta eina vakra sloyfu sendi Árni Frederiksberg eitt hornaspark í netið nakrar minuttir seinni - "Árnasparkið" var mál nummar 16 hjá 33-ára gamla vonginum í ár, og skjótt verða hann og KÍ FM-vinnarar fyri fjórði ferð uppá fimm ár.

Betrideildin - útsettur dystur frá 17. umfar
Mikudagin 24. september 

EB/Streymur - KÍ 0-3 (0-0)
64' 0-1 Árni Frederiksberg (Hallur Hansson)
79' 0-2 Filip Brattbakk (Árni Frederiksberg)
86' 0-3 Árni Frederiksberg

Betrideildin 23. umfar:
Fríggjadagin: 19. september

B68 - NSÍ 1-3 (1-2)
10' 0-1 Jasper van der Heyden (Emil Joensen)
22' 0-2 Fabian Ness (Daniel Obbekjær)
43' 1-2 Sjálvmál
88' 1-3 Klæmint Olsen (Michel Przybylski)

Leygardagin 20. september

HB - FC Suðuroy 2-1 (1-1)
03' 0-1 Fríði Holm (Olaf Godtfred)
17' 1-1 Emil Grøn Pedersen (Ási Dam)
87' 2-1 Heðin Hansen (Viljormur Davidsen)

Sunnudagin 21. september

KÍ - EB/Streymur 6-2 (2-1)
08' 1-0 Páll Klettskarð (Daniel Johansen)
32' 2-0 Páll Klettskarð (Árni Frederiksberg)
40' 2-1 Sjálvmál
48' 3-1 Patrik Johannesen (Filip Brattbakk)
68' 4-1 Páll Klettskarð (Árni Frederiksberg)
74' 4-2 Virgar Jónsson (Símun Kalsø)
86' 5-2 Daniel Johansen (Mads Mikkelssen)
90+3' 6-2 Mads Mikkelsen (Jóannes Danielsen)

TB - B36 0-5 (0-1)
26' 0-1 Símun Sólheim
59' 0-2 Pætur Petersen (Bogi R. Petersen)
85' 0-3 Marius Kryger Lindh (Djóni Sivertsen)
90' 0-4 Tobias Hansen (Mattias Joensen)
90+4' 0-5 Tobias Hansen (Markus Hellisdal)

Víkingur - 07 Vestur 2-1 (2-0)
19' 1-0 Jørgen Nielsen (Aron Ellingsgaard)
45' 2-0 Jørgen Nielsen (Ari Olsen)
47' 2-1 Sjálvmál

Støðan

KÍ 57 stig
NSÍ 54 stig
HB 52 stig
Víkingur 34 stig
B36 32 stig
EB/Streymur 24 stig
B68 23 stig
07 Vestur 13 stig
FC Suðuroy 13 stig
TB 11 stig

Komandi dystir

Sunnudagin 28. september kl. 14.45: TB - FC Suðuroy
Sunnudagin 28. september kl. 15: B36 - Víkingur
Sunnudagin 28. september kl. 15: EB/Streymur - HB
Sunnudagin 28. september kl. 15: 07 Vestur - NSÍ
Sunnudagin 28. september kl. 17.15: B68 - KÍ


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 24. september 2025

37 Leygardagur 27. september 2025

Skála ÍF er sum so flutt upp aftur

Við 4-0 sigri í Sørvági leygardagin syrgdi Skála ÍF fyri, at liðið við yvir 99 prosent vissu verður aftur í fremstu røð í 2026. AB fer allarhelst við

Markus Isaksen og Skála eru á veg uppaftur í fremstu røð (Savnsmynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

12 stig fleiri og 57 mál betri enn nummar trý nú fýra umfør resta í.

Soleiðis sær út hjá Skála í næstbestu mansdeildini. Hóast B71 vann í evstu løtu í Klaksvík, so er nú greitt, at sandoyingar, sum eru á 3. plássi, bert á pappírinum kunnu fáa fatur á Skála.

Tvey lið flyta upp, so støðan hjá teimum appelsinlittu á Skála er ikki so galin.

Í 23. umfari vann Skála sín 20. sigur í 1. deild í ár. Hetta var í Sørvági, har niðurflytingin hjá næstbesta liðnum hjá 07 Vestur samstundis var staðfest.

Sum so ofta fyrr í ár, gekk Simon Jørgensen á odda í álopskenda spælinum hjá Skála. Ungi og kviki danin skoraði tvey mál, og toppskjúttin í 1. deild legði eisini upp til eitt mál í 4-0 sigrinum. 19-ára gamli Markus Isaksen skoraði sítt 20. mál í ár, og Rói Dahl-Olsen kom eisini á máltalvuna.

Skála hevur eisini víst støðufesti í verjupartinum við bert at lata tólv mál inn. Liðið hjá Paula Poulsen skal bert hava eitt stig seinastu fýra umførini - ella at B71 fer av vølli uttan stig onkran dyst - fyri at endaliga staðfesta uppflyting.

Felagið flutti eisini upp í 2021 og 2023. So fer tað at snúgva um at ikki flyta niður úr Betrideildini beinanvegin aftur.

AB verður helst eisini at síggja aftur í Betrideildini í 2026. Í øðrum árinum á rað í 1. deild hevur AB 59 stig fyri 23 umfør - liðið vann týðandi 1-0 sigur á B36 leygardagin. Níggju stig eru niður til B71. Tey á Sandi mugu helst ásanna, at tað aftur var ov stutt í ár.

Støðan í næstbestu deildini:

Skála ÍF 62 stig
AB 59 stig
B71 50 stig
ÍF 36 stig
Víkingur 32 stig
EB/Streymur 22 stig
B36 21 stig
NSÍ 21 stig
KÍ 20 stig
07 Vestur 7 stig

Fjórseinasta umfara verður spælt í dag:

Leygardagin 27. september kl. 13: EB/Streymur - AB
Leygardagin 27. september kl. 14: B36 - ÍF
Leygardagin 27. september kl. 15: B71 - 07 Vestur
Leygardagin 27. september kl. 17: NSÍ - KÍ
Leygardagin 27. september kl. Skála ÍF - Víkingur




Greinin varð fyrstu ferð løgd út 20. september 2025

38 Leygardagur 27. september 2025

Føroyar farnar fimm pláss upp á FIFA-styrkislistanum

Sigurin á Gibraltar hevur talt eitt sindur. Manslandsliðið er nú nummar 136 í heiminum og hevur yvirhálað millum annað Lettland

Føroyingar fegnast eftir harðvunna 1-0 sigurin móti Gibraltar 8. september. Hesin sigurin skumpaði føroyingar longu upp (Mynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

Seinasta stóra árið hava Føroyar ligið umleið nummar 140 á FIFA-styrkislistanum, sum verður dagførdur eftir hvørji landsliðsvindeygu.

Tað hevur verið ein rímiliga støðug niðurgongd seinastu árini - við onkrum lítlum upplopi inn ímillum.

Javnleikirnir í seinastu dystunum undir Håkani Ericson (Armenia og Lettland heima) og sigurin í fyrsta dystinum undir Eyðuni Klakstein (í Armenia) lyfti liðið eitt sindur uppum 140. 

Eftir tepru tapini í Kekkia og Montenegro í mars fóru Føroyar niður á nummar 141. Men síðani hava sigrar á Gibraltar, umframt tap hjá øðrum liðum rundanum gjørt, at føroyska manslandsliðið í løtuni er nummar 136 í heiminum. Hetta er tað hægsta síðani apríl 2024.

Lopið frá í summar er fimm pláss. Hetta sæst á listanum, sum er dagførdur nú í september - eftir 0-1 heima móti Kroatia og 1-0 sigur á Gibraltar. Hetta merkir, at Føroyar nú hava átta evropeisk lond aftanfyri seg. Lettland var frammanfyri áðrenn, men nú eru føroyingar eitt pláss omanfyri baltiska landið.

Estland, Kypros, Aserbadjan og Kasakstan eru tey UEFA-londini, sum eru nakað omanfyri.

Evropameistararnir úr Spania er nú fremst í heiminum, meðan heimsmeistararnir úr Argentina eru á 3. plássi.

Sí allan listan her

Føroyar hava tveir heimadystir í oktober: Montenegro vitjar 9. oktober, og Kekkia vitjar 12. oktober.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 23. september 2025

39 Leygardagur 27. september 2025

Sólja Ernstsdóttir hevur skotið KÍ til sigurs

Hon varð kosin tann besta fyri síðsta mánaða í Betrideildini - millum annað vegna fýra avgerandi mál fyri oddaliðið KÍ

Joan Eilin Jóhansdóttir saman dóttrini, Sólju Ernstsdóttir, við prógvinum upp á, at í august mánaði var Sólja besti spælari í Betrideildini (Mynd: Jóhanna Thomsen)
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

Fýra avgerandi mál í august, fult stigatal í endaspælinum og oddalið í Betrideildini hjá kvinnum. Jú, tað hevur gingið sum eftir ánni hjá Sólju Ernstsdóttir og hinum KÍ kvinnunum seinastu tíðina

– Hetta var ein deiligur heiður at fáa. Men vit hava eisini spælt nakrar góðar dystir í endaspælinum, ið allir eru koppaðir okkara veg. Nú ræður um at gera arbeiðið ordiliga liðugt og vinna FM.

Tað sigur Sólja Ernstsdóttir úr KÍ, sum sunnudagin var kosin til besta spælara í Betrideildini hjá kvinnum í august mánað.

Nú tvey umfør eru eftir av landskappingini, eru klaksvíkskvinnur fremstar við 55 stigum, trý stig framman fyri NSÍ. Og sum landið liggur í løtuni, hava tær kongabláu eisini møguleikan at røkka greipuni, tí komandi leygardag skulu tær spæla steypafinalu ímóti HB.

Tað eru venjararnir hjá liðunum í fremstu deildini, ið velja besta spælara hvønn mánað, og tá talt var saman fyri august, hevði Sólja Ernstsdóttir fingið flestar atkvøður. Aðrar, ið eisini fingu fitt av atkvøðum hesaferð, vóru Brá Zakariasardóttir úr NSÍ og Fridrikka Clementsen úr HB.

Áðrenn dystin á Djúpumýru sunnudagin millum KÍ og HB, var tað mamma Sólju, Joan Eilin Jóhansdóttir, ið vegna Fótbóltssamband Føroya handaði dótturini eitt gávubræv og eina glasstandmynd.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 23. september 2025

40 Leygardagur 27. september 2025

Gull og steyp til ÍF-kvinnur í 1. deild

ÍF-kvinnurnar skulu nú spæla upp- og niðurflytingardyst ímóti liðnum, sum endar nr. 8 í B-bólkinum í bestu deildini. Hesin dystur verður spældur 15. oktober

 
SkrivaÐ:

Jóan Pauli Jacobsen

Longu undan seinasta dystinum hjá 1. deild kvinnum var greitt, at ÍF hevði vunnið næstbestu deildina. NSÍ tók ímóti við Løkin, men tær vístu ikki serligt gestablídni, tá tær eftir 38 sekundum løgdu seg á odda 1-0, sum eisini gjørdist úrslitið á dystinum. Tað tók kortini onga gleði frá óføra røsku ÍF-kvinnunum, sum fingu steyp og heiðursmerki eftir dystin.

ÍF-kvinnurnar skulu nú spæla upp- og niðurflytingardyst ímóti liðnum, sum endar nr. 8 í B-bólkinum í bestu deildini. Hesin dystur verður spældur 15. oktobur.

Í 2020 hevði ÍF felagslið í bestu kvinnudeildini saman við Víkingi og B68. Árið eftir avgjørdu liðini at fara hvør til sítt, og síðani hevur kvinnusíðan hjá ÍF veruliga fingið flog undir veingirnar. Í dag spæla líka nógvar gentur sum dreingir fótbólt við ÍF.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 22. september 2025

41 Leygardagur 27. september 2025

Fraklendingur vann Ballon d'Or

Ousmane Dembélé úr PSG fekk í vikuni Ballon d'Or hjá monnunum meðan Aitana Bonmati úr FC Barcelona vann hjá kvinnunum

Ousmane Debélé (Mynd: EPA)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Heimsins bestu fótbóltsspælarar vórðu mánakvøldið heiðraðir á árliga Ballon d'Or í franska høvuðsstaðnum, Paris.

Ein rúgva av heiðurslønum vórðu latnar, men stóri heiðurin fór til fraklendingin Ousmane Dembélé, sum vann fyri fyrstu ferð, og til sponsku Aitana Bonmati, sum vann fyri triðju ferð.

[object Object]Aitana Bonmati (Mynd: EPA)

28 ára gamli Dembélé er sjeyndi franski vinnarin av heiðurslønini. Stjørnuskotið Lamine Yamal var nærmasti kappingatneyti og bleiv nummar tvey.

Tað eru journalistar hjá fronsku miðlunum L’Équipe og France Football sum tilnevnda leikarar til Ballon d'Or heiðurslønirnar. 100 miðlaumboð frá 100 teimum ovastu londunum á styrkislistanum hava atkvøtt.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 22. september 2025

42 Leygardagur 27. september 2025

Gávuríka ÍF-liðið vann unglingadeildina í 1975

Örn Eyjólfsson vandi unglingaliðið hjá ÍF í 1975, og teir vunnu føroyameistaraheitið. Fyrsta FM í søgu felagsins. Harumframt legði Ørn lunnar undir fótbóltsspælið í Gøtu

 
SkrivaÐ:

Jóan Pauli Jacobsen

Í nakrar vetrar hevði Theodor Jacobsen, lærari, vant nakrar ÍF dreingir í fimleikahøllini, men um mánaðarskiftið februar-mars 1974 kom íslendski venjarin, Örn Eyjólfsson, til Fuglafjarðar.

Örn hevði fingið sína fótbóltsuppaling í Reykjavíkarfelagnum Víkingi. Hann var ein eyðkendur íslendskur venjari, hann kravdi nógv av sínum spælarum, og legði stóran dent á, at teir vóru í góðari venjing. Hann var væl við spælararnar, og beyð teimum heim til sín fyri flestu heimadystirnar. Örn Eyjólfsson vandi eisini unglingaliðið hjá ÍF í 1975, og teir vunnu føroyameistaraheitið.

Fyrsta FM í søgu felagsins. Harumframt legði Ørn lunnar undir fótbóltsspælið í Gøtu.

[object Object]Örn Eyjólfsson í mai 2019

Sunnudagin 21. septembur 1975 tryggjaðu fuglfirðingar sær fyrsta FM-heitið í fótbóltssøgu síni, tá seinni finaludysturin í unglingadeildini millum ÍF og KÍ varð leiktur í Fuglafirði. Úrslitið av dystinum var 4-1 til ÍF. Fyrra finaludystin vann KÍ 2-1. Samanlagt vann ÍF sostatt 5-3.

Væl av fólki var og hugdi at. Nógvir trúgvir KÍ-áskoðarar høvdu leitað sær til úr Klaksvík, ja, sjálvt aftan á at hava sæð 2. lið hjá KÍ vunnið føroyameistaraskapin, løgdu menn frá landi til Fuglafjarðar, at síggja henda so avgerandi og spennandi unglingadyst.

Í Fuglafirði hevði ÍF leikt finaludyst ímóti HB beint áðrenn dysturin byrjaði, so teir trúgvu og spentu fuglfirðingarnir stóðu enn rundan um vøllin, og bíðaðu eftir KÍ-arunum og dómaranum. Spentir, kunnu tit ætla. Og teir vórðu ikki sviknir. Báðir partar vildu vinna – sjálvandi!

KÍ stóð betri fyri. Teir høvdu jú vunnið sama lið seinasta sunnudag við úrslitinum 2-1, so bara KÍ spældi javnt, vórðu teir føroyameistarar. Men ÍF-leikararnir vildu tað øðrvísi. Klaksvíkingar, sum hóast tepra sigurin í fyrra dystinum, væntaðu at fara um fjørð aftur við vinnaraheitinum, vórðu fullkomiliga tiknir á bóli av málsøknu fuglfirðingunum, sum ferð aftan á ferð skaptu vandamikil álop framman fyri KÍ-málið.

Tað vóru ikki nógvir minuttir farnir av leikinum, tá ÍF fekk fyrsta málið. Nú var javnt, og ÍF-leikararnir trýstu, og tað gav eisini úrslit. Teir fingu eisini 2-0, og beint undan hálvleikssteðginum, fekk KÍ sítt fyrsta og einasta mál, og støðan var nú 2-1.

Annar hálvleikur byrjaði spennandi, og báðir partar høvdu møguleikar, men so varð dømt brotsspark til ÍF, og tað varð mál. 3-1 til ÍF. ÍF skoraði eisini til 4-1. Gávuríka ÍF-liðið fór gjøgnum sín bólk við málmuninum 49-3 og á unglingalandsliðnum í 1975 spældu Meinhardt Dalbúð, Kaj Eli Poulsen, Kristian Petersen, Sonni Jensen og Hans Leo í Bartalsstovu.

Liðuppstillingin hjá ÍF í 4-1 sigrinum á KÍ: Ovi Joensen – Sonni Jensen, Kristian Petersen, Suni Olsen Gaard, Finnur Eliasen, Meinhardt Dalbúð, Hans Leo í Bartalsstovu, John Jarnskor, Kaj Eli Poulsen, Jan Petersen, Páll Øregaard. Á bonkinum: Torkil Johannesen, Haldor Ellingsgaard, Jan Nielsen og Dávur Juul.

Málskjúttar í hesum dysti vóru: Páll Øregaard 2 mál, Meinhardt Dalbúð og Hans Leo í Bartalsstovu hvør sítt.

Vit kunnu siga, at ÍF hevði avgjørt uppiborið meistaraskapið. Teir vóru avgjørt tað betra liðið. Her hava vit úrslitið av, at ÍF hevur havt ein venjara. Teir spældu klókan og avgjørt góðan fótbólt. Teir áttu eisini avgjørt besta spælara á vølli í Páll Øregaard. Einum spælara við slíkum bóltførleika skal leitast leingi eftir.

Jú, ÍF hevur avgjørt nakað at frøast um, og sanniliga eisini nakað at byggja á.

Seks av leikarunum vóru eisini við at vinna fyrsta meistaraheitið í bestu deildini til felagið í 1979: Meinhardt Dalbúð, Jan Nielsen, Sonni Jensen, Ovi Joensen, Kaj Eli Poulsen og Kristian Petersen. Finnur Eliasen spældi eisini nakrar dystir. Sonni Jensen var liðformaður í 1979, meðan Meinhardt Dalbúð var toppskjútti við 17 málum.

[object Object]

Standandi frá vinstru: Jan Nielsen, Dávur Juul, Finnur Eliasen, Kaj Eli Poulsen, Torkil Johannesen, Kristian Petersen, Suni Olsen Gaard. Húkandi frá vinstru: Páll Øregaard, Meinhardt Dalbúð, Ovi Joensen, Hans Leo í Bartalsstovu, Haldor Ellingsgaard, Sonni Jensen og John Jarnskor.

Keldur:
Leysliga eftir Jógvan Ósá í Dagblaðnum frá 24. septembur 1975
Faroesoccer.com
Súni Merkistein: Teir kundu væl listir og leikir

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 22. september 2025

43 Leygardagur 27. september 2025

Føroyameistararnir løgdu fyri við sigri

Fyrstu dystirnir í landskappingini í flogbólti vórðu spældir farna vikuskiftið, og bæði í Hotel Djurhuus-deildini og Polestar-deildini løgdu føroyameistararnir fyri við sigri

(Mynd: Fleyr)
SkrivaÐ:

Innsent

Hotel Djurhuus-deildin (kvinnur):
Fleyr – Mjølnir 3-1 (25-18, 25-23, 14-25, 25-17)
Í Havn tóku føroyameistararnir úr Fleyr ímóti Mjølni, sum endaði seinasta kappingarár við at vinna steypafinaluna ímóti júst Fleyr, men hesaferð stóðu klaksvíkingarnir ikki høvuðsstaðarkvinnunum kurl.

Hóast Mjølnir fekk góða byrjan og legði seg á odda 5-3, var ikki leingi til Fleyr hevði fingið tamarhald á settinum og fór frá 7-8 upp á 16-9, so so var ongantíð ivi um hvør fór at vinna settið, sum endaði 25-18 til Fleyr.

Annað sett var rættiliga spennandi, og liðini skiftust um at vera á odda. Mjølnir fór framum 20-18, men við fimm stigum á rað fór Fleyr framum 23-20 og helt fast og vann settið 25-23 við øðrum settbóltinum.

Í triðja setti legði Mjølnir fyri sum eitt óløgi og fór framum 8-1 og 11-2 og vann settið so greitt sum 25-14.

Fleyr fótaði sær aftur, og eftir eina javna byrjan í fjórða setti, sleit Fleyr seg leyst eftir støðuna 8-6 og legði seg á odda 12-6 og 16-9, áðrenn settið varð vunnið 25-17 – og dysturin 3-1.

Fleyr hevur mist onkrar av mest eyðsýndu leikarunum frá í fjør, so sum Anju Danielsen, sum er farin til SÍ, og Thirzu Lindu Becerra, sum er farin til Mjølnir. Thirza sat tó á bonkinum hendan dystin. Í flogbóltssendingini Tussj segði Hanna Andriasdóttir Olsen úr Fleyr, at tær tó høvdu nokk av ungum leikarum at velja í, og at tær ætla sær at vinna greipuna.

TB – Dráttur 3-0 (25-11, 25-14, 25-4)
Á Tvøroyri vann TB lættan 3-0 sigur á Drátti, sum enn roynir at byggja upp, eftir at mest sum alt liðið, sum gjørdist føroyameistari í 2023, gavst at spæla við Drátti. TB hevur styrkt seg við hart-sláandi amerikonsku Kate Carman, men hinvegin hevur TB mist argentinska úrmælingin, Arianu Pereyra, sum er farin til KÍF.

Hjá Drátti var tað stuttligt fyrstu løtuna at vera á odda 3-0, og tær megnaðu eisini at fylgja við til 11-11, men so skrædnaði veruliga, og TB vann rest – 14 stig á rað og settið 25-11!

TB legði seg á odda 15-2 í øðrum setti, áðrenn Dráttur slapp at pynta eitt sindur upp á settúrslitið, sum gjørdist 25-14. Í triðja setti vísti TB tó onga náði og fór framum 8-0 og vann síðani 12 stig á rað, so støðan gjørdist 23-3, áðrenn settið varð vunnið 25-4.

KÍF – SÍ 1-3 (12-25, 25-16, 20-25, 14-25)
SÍ, sum aftur hevur navnframa Rajko Petrovic sum venjara, og sum eisini hevur fingið ein tann besta spælaran í kappingini, Anju Danielsen úr Fleyr á liðið, vann sannførandi sigur á KÍF, sum hevði ætlað sær betri byrjan við vælmannaða liðnum, har t.d. Daria Burrows úr USA tekur enn eitt tørn í ár, og sum eisini hevur fingið styrk í argentinsku Arianu Pereyra, sum er komum úr TB.

Fyrsta og annað sett vóru sum dagur og nátt. Í fyrsta setti fór SÍ framum 11-3, og so var stutt eftir á mál, og settið vann SÍ 25-12. Men so vendi fullkomiliga, og KÍF legði seg á odda 7-2 og 11-5, og brátt hevði KÍF vunnið 25-16.

Eftir at KÍF hevði lagt seg á odda 6-2 í triðja setti, svaraði SÍ aftur og fór framum 7-6 og dró so líðandi frá og vann settið 25-20.

Fyrstu løtuna í fjórða setti fylgdi KÍF so dánt við, men frá 12-9 fleyg SÍ upp á 18-9, og so gjørdist talan um avgreiðsluspurning. Gaman í bardi KÍF seg upp á 14-19, men so vann SÍ rest og settið 25-14.

Komandi dystir:

Leygardagin 27. september kl. 16: Dráttur - Fleyr á Giljanesi

Sunnudagin 28. september kl. 13: SÍ - Mjølnir í Sørvági
Sunnudagin 28. september kl. 14.15: TB - KÍF í Trongisvági


Polestar-deildin (menn):
Fleyr – Mjølnir 0-3 (17-25, 17-25, 23-25)
Sjeynda føroyameistaraheitið á rað, sum Mjølnir vann seinasta kappingarár, kann sum einki gerast til tað áttanda hetta kappingarárið, og ímóti Fleyr leygardagin vann Mjølnir tryggan 3-0 sigur, tó at eitt sindur av mótstøðu var í triðja setti, har Fleyr var á odda 19-16. Mjølnir javnaði tó og fór frá 21-21 upp á 23-21, og so sendi Ólavur Johannesen dystarbóltin í postkassan og tey trý stigini norður til Klaksvíkar.

Eftir at hava spælt við Fleyr seinasta kappingarár er sterki miðblokkurin, Jóhan Arni Elisson Wang, farin aftur til Mjølnir, har hann hevur spælt í fleiri ár frammanundan.

ÍF – SÍ 3-1 (25-12, 20-25, 25-19, 25-23)
Einans sjey mans hjá SÍ vóru á dómaraseðlinum til hendan dystin, og tað sæst kanska aftur í úrslitinum. T.d. er hvørgin av pólsku leikarunum við í ár, og heldur ikki Hjørtur Joensen var á liðnum leygardagin.

Kortini var tað óvæntað at ÍF skuldi leggja seg á odda 11-1 í fyrsta setti, áðrenn tað var vunnið 25-12.

SÍ svaraði tó aftur í øðrum setti og var greitt á odda mest sum alt settið, sum SÍ vann 25-20. SÍ helt á at vinna stigini í triðja setti og legði seg á odda 5-2, áðrenn ÍF javnaði til 6-6 og dró frá og vann settið 25-19.

Spenningur kom tó aftur í dystin, tí SÍ var beint í hølunum á ÍF í fjórða setti, og eftir at hava verið aftanfyri 20-17, vann SÍ fýra bóltar á rað og fór framum 21-20. Men so átti ÍF tørn og vann fýra bóltar á rað og legði seg á odda 24-21 við trimum dystarbóltum. SÍ bjargaði tveimum av teimum, men Oleksandr Dmytriiev gav SÍ banastingin við tí triðja.

Komandi dystir

Sunnudagin 28. september kl. 18: Ternan - Fleyr á skúlanum á Toftum

Mikudagin 1. oktober kl. 19: Mjølnir - SÍ í Badmintonhøllini í Klaksvík

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 22. september 2025

44 Leygardagur 27. september 2025

Súsanna og Pauli eisini best í býarkoyring

14 luttóku í kappingini sum var á Toftum farna fríggjakvøld

 
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Farna fríggjakvøld varð kappast í FM í býarkoyring, hesaferð í einum av nýggjaru býunum í Føroyum – á Toftum.

Í alt 14 luttakarar vóru í kappingini, sum varð koyrd á havnalagnum á Toftum.

Koyrt var runt eina leið, sum var einar 1.200 metrar í 45 minuttir og síðani 3 umfør.

Fýra teir fremstu menninir fylgdust allan vegin, men Pauli dró longsta stráið.

Teir komu á mál soleiðis:
1. Pauli Poulsen, Troy, 52,09 min.
2. Bergtór Tórsteinsson, Norðstrok, 52,09 min.
3. Helgi Winther Olsen, Fjallasúkklufelagið, 52,35 min.
4. Hilmar Hansen, Norðstrok, 52,35 min.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 21. september 2025

45 Leygardagur 27. september 2025

Niels Juel vann fyrsta HM-heiðursmerki í vektlyfting fyri Føroyar

Vann tvey bronsumerki í Las Vegas og endurtók sostatt bragdið frá EM í Albania fyrr í ár

 
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Í HM-kappingini í olympiskari vektlyfting fyri masters í Las Vegas í Nevada, USA fyrr í hesum mánaðinum vann Niels Juel Arge bronsuheiðursmerki fyri Føroyar.

Í mai mánaði vann hann eisini fyrsta EM-heiðursmerki fyri Føroyar í masters kapping í Durres í Albania, eisini úr bronsu.

Tey bæði bestu lyftimi hjá Niels Juel í Las Vegas vóru 81 kilo í trekk (snatch) og 115 kilo í stoyt (clean & jerk) ella íalt 196 kilo, sum rakk til triðja pláss.

Umframt bronsuheiðursmerki fyri triðja pláss íalt vann Niels Juel eisini bronsuheiðursmerki fyri triðja pláss í stoyt.

Føroyar fingu fullan limaskap í Internatiomal Masters Weightlifting Association (IMWA) fyrr í ár. Komandi ár verður EM í Belgia og HM í Grikkalandi. Áðrenn altjóða viðurkenningina kappaðist Niels Juel fyri danir, og vann tá eina HM-bronsu og tvey EM-silvur.

[object Object]


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 25. september 2025

46 Leygardagur 27. september 2025

Konfirmantar í Kirkjubøar kirkju sunnudagin

-

 
SkrivaÐ:

Innsent

Konfirmatión verður í Kirkjubøar kirkju 28. septembur klokkan 11 við Derhardi Jógvanssyni, presti.

Konfirmantarnir eru tveir í tali:

Heri Tróndheim, á Stórheyggi 1, Velbastaður. Dagurin verður hildin á skúlaheiminum í Marknagili frá klokkan 17.

Tummas Baldur Hansen, Ervavegur 4, Velbastaður. Dagurin verður hildin í Moss, Skálatrøð 18, Tórshavn frá klokkan 16.



Greinin varð fyrstu ferð løgd út 24. september 2025

47 Leygardagur 27. september 2025

Konfirmantar í Hoyvíkar kirkju sunnudagin

-

 
SkrivaÐ:

Innsent

Sunnudagin 28. september kl. 11 verður konfirmatión í Hoyvíkar kirkju. Prestur er Bergtórur Hjelm Bjarkhamar.

Konfirmantarnir eru hesi

Bára Biritudóttir Biskopstø, Per Mohrs vegur 5. Dagurin verður hildin frá kl. 16.

Daniella Naomi Danielsen, við Myllutjørn 14. Dagurin verður hildin í Karlamagnusarstovu, Karlamagnusarbreyt 14A, frá kl 16.

Eva Waag, Millum Gilja 121,. Dagurin verður hildin hjá Waag, undir Krákugjógv 19, Tórshavn, frá kl 17.

Fríða Maria Ejdesgaard, Olgarsgøta 8. Dagurin verður hildin frá kl.17.

Lív Skaalum, Niðaragøta 64. Dagurin verður hildin í hølunum hjá Starvsfelagnum, J. H. Schrøtersgøta 9, frá kl. 17.

Natasja Finsdóttir Ellingsgaard, Onnugøta 18. Dagurin verður hildin frá kl. 17.

Rannvá Heinadóttir, Ólivantsgøta 28. Dagurin verður hildin frá kl. 16.

Sarita Gray Sjúrðardóttir, Móritsarvegur 9. Dagurin verður hildin frá kl. 16.30.

Bartal undir Leitinum, við Myllutjørn 3. Dagurin verður hildin frá kl. 16.

Dánjal Petursson Djurhuus, Torkilsgøta 5. Dagurin verður hildin við Tjarnir frá kl.16.

Kevin Bach Fries, Onnugøta 12. Dagurin verður hildin frá kl. 17. 

Magnus Restorff Jacobsen, Guttormsgøta 13. Dagurin verður frá kl. 16.30.

Sámal Olivur Sjúrðarson, Láarvegur 7, Tórshavn. Dagurin verður hildin frá kl. 17.

Tóki Hentze, við Myllutjørn 57. Dagurin verður hildin á Handilsskúlanum við Marknagil frá kl. 16.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 24. september 2025

48 Leygardagur 27. september 2025

Minningarorð um Helga Olsen

-

 
SkrivaÐ:

Minningarorð / NSÌ Runavík FC

“Tað hjarta, sum Gud tók til sín, slær víðari í minnum okkara.”

Hvørt hóskvøld gjøgnum kappingarárið møtast menn í kioskini við Løkin, har teir samantvinna hugna og gera fyrifallandi uppgávur, sum eru við til at gera gerandisdagin hjá NSÍ lættari. Hesin bólkurin av monnum verður millum okkum róptur “NSÍ Bandin”. Ein av teimum trúføstu limunum í hesum “banda” var Helgi Olsen úr Rituvík, og seinasta hóskvøld var onki undantak.

Tá ið eg legði leiðina framvið, vóru teir í gongd við at leggja seinastu hond á arbeiðið við yvirtromuni á goymsluni sunnan fyri kioskina. Lagið var gott á monnum, prátað varð um gongdina hetta kappingarárið og fyrireikingar til komandi ár. Menn vóru spentir, men eisini var ein ávís ferð á monnum, tí málið teir høvdu sett sær hetta kvøldið skuldi náast.

Eg vildi ikki órógva teir meira enn neyðugt. Seinni um kvøldi sá eg, á teirra messengerbólki, at “Merkið” var skrúða inná síðstu sperruna. Mynd varð tikin av teirra avriki hetta kvøldið, og mitt í rokanum var Helgi, væl hýrdur sum altíð, og vardi tað meg ikki, at næstu ferð eg skuldi bera eyga við okkara hátt virda Merkið, var, tá ið eg fekk sorgarboðini um, at hesin hátt virdi heiðursmaðurin, Helgi Olsen, var farin undan okkum heim í teir ævigu bústaðir.

Helgi var ein íðin NSÍ viðhaldsmaður bæði í viðgongd og mótgongd, hjá honum var ongin ivi um, at hann stuðlaði felagnum og teimum avgerðum, sum leiðslan tók. Eg havi mangan tosað við Helga um okkara kæra felag, og hava tær samrøðurnar verið gevandi og fari eg at sakna hesar samrøðurnar. Vit í NSÍ hava mist ein góðan og trúgvan viðhaldsmann.

Umframt at vera viðhaldsmaður, so var Helgi eitt satt lívsstykki, hann var jaligur, savnandi, loyalur, trúfastur og kann eg ikki finna eitt betri lýsingarorð enn, at hann var alt umfevnandi. Hann hevði ein slíkan eginleika, at man altíð kendi seg væl í hansara samveru, tí var tað ikki undarligt, at hann var nógv avhildin millum okkum og limirnar í NSÍ bandanum, har hann kundi bæði prika og skemta og tískil verður saknurin stórur, nú hansara stólur er tómur og hansara rødd er tagnað.

Men størstur verður saknurin hjá tykkum Gunn, Ronnie, Ken, Jov, svigerbørn, barnabørn, ja familjan øll. Má hann, sum øllum valdar, styrkja og leiða tykkum trygt ígjøgnum sorgina og saknin í dag og døgum, sum fara at koma.

Við hesum fátøku orðum vil eg vegna NSÍ bera tær eina hjartans tøkk fyri alt tað, sum tú hevur lagt eftir teg. Takk fyri tað stríð og strev, sum tú púra ósjálvsøkið hevur lagt eftir teg í okkara felagsskapi. Tað er við allar størstu viðring og takksemi, at vit bera minnini um teg víðari í okkara gulu hjørtum.

Við álit á fullgjørda verkið á Golgata, hvíla vit trygt í tí vón, at vit ein dag skulu møta Helga aftur heima hjá Harranum.

Og skal hetta verđa okkara troyst í stóru sorgini og sakninum, og kunnu vit, sum Harran kenna taka undir viđ sálmaskaldinum, sum so beinrakið troystar okkum viđ orđunum:

"Aldri tey, sum Harran kenna, hittast skulu síđstu ferđ. Tá ið tár við skilnað renna troyst í hesum orðum er."

Guds friður verið við tær Helgi, Guds friður verið við okkum øllum

Æra verður minni um Helga Olsen

Karstin Joensen
Formaður
NSÍ Runavík. F.C.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 26. september 2025