Tú ert ókey – tú ert heldig
Lesið hvussu Guðrun Anna Vestergaard upplivdi ógvusligu hendingina, tá hon rendi útav vegnum við Gjánoyri. Teksturin er skrivaður minni enn eitt samdøgur eftir hendingina
SkrivaÐ:
Guðrun Anna Vestergaard
Eg koyrdi í svinginum á einum hálum bygdavegi.
Hann var ikki blivin ruddaður fyri kava í nakrar dagar. Eg slakkaði ferðina, tí eg var í svinginum. 60 km/t. Sólin skínur, himmalin er bláur. Knappliga reisir ein seyður seg, sum helst hevur sovið við síðurnar av vegnum.
Hann traðkar út á vegin og hyggur beint at mær. Helviti.
Eg royni spakuliga at bremsa, tí at vegurin er so hálur. Bilurin byrjar at glíða, og eg missi tamarhaldi á honum. Bilurin fer til vinstru, høgru, vinstru. Eg síggji at bilurin er við at fara út av vegnum vinstrumegin.
Eg fari í panikk, royni at snara til høgru meðan eg bremsi. Royni at fáa tamarhald á bilinum aftur.
Tað føldist sum fleiri minuttir.
Eg síggi bilin fara eftir høvdinum oman av vegnum høgrumegin. Eg eri sikkur uppá, at eg fari at kava niður á sjógv.
Tað føldist sum tíðin stóð still.
Tað varð ein óhugnalig kvirra. Eg føldi bilin bólta rút í luftini. Eg hoyrdi vindeygu brotna. Eg føldi kensluna av at flúgva og mala runt í luftini.
Tað einasta eg hugsaði um vóru børnini, ið sótu eftir heima, sum ikki longur høvdu eina mammu. Eg føldi skuldarkenslu av at fara frá teimum á hendan mátan, hugsaði um saknin, sum tey høvdu eftir. Skuldarkenslu av at doyggja. Av allari tíðini sum eg fór at missa saman við teimum.
Bilurin lendur á einari yvirflatu. Eg opni eyguni og síggi, at eg hangi við høvdinum niður. Vindeyguni eru í knúsi. Uttan at hugsa meg um, loysi eg belti. Eg detti niður á takið í bilinum og grulvi út í kavan.
Eg seti meg á ein stein og ringi 112.
Tey bóðu meg ikki ringja til nakran so ambulansan fær ringt til mín. Eg hyggi at klokkuni, 12:30.
Eg sendi eitt sms til mannin hjá mær. Eg elski teg. Eg elski tykkum øll.
Eg sá onki, men tað gjørdi onki. Eg hevði mist brillurnar á mínari ferð niður av vegnum. Eg fór at ristast, klæðini vóru vát. Eg legði merki til, at tað var blóð í kavanum. Eg koyrdi hondina beinanvegin til høvdi og hugdi niður. Nógv blóð.
Knappliga kemur ein maður rennandi. Hann rann yvir at bilinum og spurdi, um nakar annar var í bilinum. Eg segði nei.
Hann hugdi at mær og spurdi um eg var okay. Eg segði at eg bløddi onkrastaðni og síggi onki, tí eg havi mist brillurnar.
Hann fann tær í kavanum, ikki ein skøva á teimum.
Blóðið kom úr fingrinum.
Tú kann ikki sita her, tú má koma niðan á vegin aftur. Eg hjálpi tær.
Hann rætti hondina út ímóti mær. Kann eg flyta meg, hvat við nakkanum.
Eg hugdi ørkymlað at honum. Um tú kláraði at koma úr bilinum, so er tú okay. Kom, eg hjálpi tær.
Vit gingu til bilin hjá honum. Hann hjálpti mær í bilin. Hann koyrdi hitan for frá.
Ein annar maður kom við einum fyrstihjálpar kassa. Hann var úr sløkkiliðnum. Hann vaskaði fingurin og hendurnar hjá mær og koyrdi plástur á.
Teir spurdu meg hvussu eg slapp úr bilinum. Eg grulvaði úr bilinum tá hann lendi.
Eg var bangin. Ambulansan var ikki komin enn. Eg hugsaði um brotnar nakkar og heilabløðingar.
Tá ambulansan kom, slakaði hon ferðina tá hon kom til vrakið. Hon er her!
Sløkkiliðsmaðurin rópti á ambulansuføraran. Endiliga vóru tey her.
Tey spurdi nógvar spurningar. Hvussu eitur tú, nær ert tú fødd, p-tal, nærmasta familja, veist tú hvat fyri dagur tað er, hvussu komst tú úr bilinum, hevur tú ilt nakrastaðnis?
Klæðini vóru so vát at tey hjálptu mær úr teimum og undir eitt teppi. Hon kannaði míni lívstekin. Pulsin, andadráttin, hitan, blóðtrýsti. Alt var normalt.
Tað er ótrúligt. Vit sóðu bilin og vóru fyrireikað uppá tað versta. Tú gjørdi alt rætt, hatta var ordiliga flott av tær. Tú hevur verði djørv. Tú ert okay, ikki verða bangin. Nakkin er ikki brotin.
Eg hugdi rundan um meg í ambulansuni. Eg hevði eina óhugnaliga kenslu av, at eg ikki var her. Eins og at sálin var við at fara úr kroppinum spakuligani.
Tú ert okay. Eg fari líka at ringja á sjúkrahúsið so tey vita, at vit eru á veg.
Meðan hon tosaði við tey gloymdi eg meg burtur. Eg hoyrdi hana í bakgrundini. Ja, hon er ABC stabil. Onki galið við nakkanum, ongin spor av trygdarbeltinum. Heilt klár, normalt lívstekin.
Rødd hennara følnaði í bakgrundini. Tað einasta sum eg hoyrdi, var óhugnaliga kvirran tá eg fór av vegnum.
Hon spurdi um eg hevði børn. At mammu instikti hevur hjálpt mær ígjøgnum hetta. Tú fert at síggja tey aftur skjótt. Tá tú kemur heim. Tú fert at føla teg móðari enn nakrantíð fyrr. Tað er vanligt. Tú ert okay. Tú ert bara eitt sindur køld.
Ambulansan steðgaði uttan fyri sjúkrahúsið, tey rullaðu songina úr bilinum. Tað var ísakalt útið.
Tey koyrdu meg inn á skaðastovuna. Konan úr ambulansuni smíltist til mín, og beyð mær alt tað besta.
Tú verður okay. Hatta var flott gjørt hjá tær.
Tá hon fór út, kom ein lækni inn. Hann var ungur. Andlitsbragdið var umbernadi meðan hann trýsti á kropslimir og beinagrindina fyri at kannað um nakað var brotið ella fari úr lið.
Hann hugdi bilsin at mær. Onki er brotið, tú hevur ongi merkir, nakkin sær út til at verða normal, organini eru okay, ongin merkir av trygdarbeltinum, og tú virkar ikki til at hava heilaskjálvta.
Sjúkrasystirin skrivaði alt sum hann segði niður. Hvat við heilabløðing? Spurdi eg hann bangin.
Tú hevur ongi symptom uppá tað. Tú ert okay. Tú skalt líka í røntgen og CT skannaran, um alt sær normalt út so sleppur tú heim.
Maður mín hevur ringt til mín fleiri ferðir. Eg læs sms’ini. Hvar ert tú?? Ert tú okay?? Góða svara!
Eg ringdi til hann. Eg forkláraði alt sum var hent og segði at eg eri okay. Orsaka, veruliga, eg eri so kedd av hesum. Bilurin er vrak.
Hann breyt meg av.
Til helvitis við bilinum, eg eri bara glaður at tú ert okay. Hann spurdi meg hvar bilurin var.
Ein vinmaður koyrdi hann yvir til bilin so hann kundi taka tað vigtigasta. Lyklar, dokumentir, telduna.
Røntgen myndirnar og CT skanningin vístu at alt var normalt. Stavrsfólkini virkaðu ovfarin av vælveru mínari.
Sum var eg risin upp aftur. Tað føldist soleiðis.
Eg bleiv útskrivað, eftir at sjúkrasystirin insisiteraði at eg drakk eina sodavatn.
Eg fekk eitt pappír við eyðkennnum, sum maður mín skuldi halda eyga við tað fyrsta døgnið.
Hann ringdi aftur til mín. Hann ljóðaði lívsforskrekktur.
Tú ert ekstremt heldig. Tú kundi verði stein deyð. Hetta er álvarsligt. Bilurin er vrak. Ert tú okay?
Hann sendi mær eina mynd. Bilurin var farin einar 12 metrar oman av vegnum. Eg hevði yvirlivað tí at báðir endar av bilinum vóru lendir á tveimum stórum steinum við takinum í ánni.
Eg keturoykti nakrar siggarettir. Eg føldi óhugnaligu kvirruna aftur.
Ein vinmaður kom eftir mær og koyrdi meg heim.
Vit koyrdu fram við óhapppinum. Vit steðgaðu og hugdu at bilinum. Eg royndi at skilja hvussu eg yvirlivdi. Alt føldist vanligt. Alt føldist ov vanligt.
Eg klemmaði familjuna tá eg kom heim. Onki sum var í bilinum fekk skaða. Sjálvt teldan var okay. Tað føldist ikki veruligt. Sum um at eg ikki kendi hesi tingini aftur. Sum um at eg ikki átti tey.
Eg tók tvær panodil og legði meg í songina. Eg fekk ógvusliga høvuðpínu tá eg legði meg niður. Mykrið gjørdi, at eg føldi meg sveima í luftini aftur. Eg føldi óhugnaligu kvirruna.
Hvørja fer eg koyrdi eyguni aftur, føldi eg bilin bólta rút í luftini. Eg hoyrdi vindeyguni brotna.
Eg rópti á mannin. Eg segði við hann at eg haldi eg fari at doyggja. Eg átti at doyggja.
Hann sissaði meg og segði, at eg eri okay. Eg koyrdi eyguni aftur. Eg hoyrdi konuna úr ambulansuni ugga meg.
Tú ert okay. Legg teg niður. Koyr eguni aftur um tað hjálpir. Tú fert at føla ógvusliga pínu og møði í kvøld. Tað er vanligt. Tú ert heldig.
Eg vaknaði klokkan 07:00. Eg tók telefonina og opnaði Notes.
Eg byrjaði at skrivað, eg má skilja hetta. Tað følist ikki verðuligt.
Tað er 04.02.2021. Eg ringdi til mannin hjá mær. Eg eri í Bónus, eg komi heim nú. Eg verði heima um ca. 15 minuttir. Eg seti meg í bilin og vendi á ein lítlan bygda veg. Vegirnir eru hálir. Eg koyri í svinginum...
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 06. februar 2021