Lat aftur Yvirlit list articles in edition

Leygardagur 13. februar 2021 | Nr. 7 | Árgangur 2 | Kr. 0,00

Handilsvinnufelagið: Korona trýstir prísirnar upp

Fraktútreiðslurnar á vørum, framleiddar í Fjareystri, eru øktar upp í 500 prosent, síðani koronafarsóttin fór at gera um seg. Hetta fer at síggast aftur í øktum prísum í 2021, sigur Handilsvinnufelagið

SíÐa 3

1 Leygardagur 13. februar 2021

Nýggj útgáva hvønn leygarmorgun kl. 7

Góðan lesihug og takið væl ímóti grýlunum

Oddagrein

Mismunurin varðveittur

Spurningurin um at geva samkyndum foreldrum sama rætt til barsil sum onnur foreldur, hevur verið frammi hesa vikuna, nú tingið skuldi viðgera eitt andstøðuuppskot, sum fekk stuðul frá einum samgongutinglimi.

Ávaringarljósini um samgongukreppu vórðu tendrað, tí núsitandi samgonga hevur eina avtalu um, at onki mál skal samtykkjast uttan so, at allir flokkar eru samdir.

Men í hesum førinum, tá talan bert var um tann eina tinglimin, sum ikki vildi fylgja harraboðunum, so slóknaðu ávaringarlampurnar aftur, og fyribils hevur støðutakanin hjá Johan Dahl ikki fingið beinleiðis politiskar avleiðingar.

Drúgva viðgerðin á tingi vísti, at tað eru fleiri tingfólk í samgonguni, sum ikki hava lætt við at góðtaka, soleiðis at verða rikin í rætt í etiskum spurningum fyri at tekkjast serliga Miðflokkinum.

Viðgerðin vísti eisini, at tað nú er eitt krav frá fleiri samgongutinglimum, at landsstýrið tekur seg um reiggj, og fær gjørt tað arbeiði, sum skal til fyri at fáa allar fylgilógirnar upp á pláss, sum eru avleiðing av, at tingið í 2016 samtykti nýggja hjúnabandslóg.

Tí fleiri slík mál fara at koma – tað vita samgongulimir, og tað veit andstøðan eisini, og er longu farin undir at fyrireika næsta uppskotið, sum skal bøta um kor teirra samkyndu, so at tað ikki verður gjørdur mismunur millum borgarar í Føroyum.

Eitt undrar tó. Og tað er, at sambandsmaðurin Johan Dahl ikki valdi at atkvøða saman við samgonguni, tá tað var greitt, at meiriluti ikki var fyri nøkrum av uppskotunum tá atkvøðast skuldi. Tí vit sita eftir við illgrunanum um, at tað var ætlað, at atkvøðugreiðslan skuldi enda 16-16.

Hevði Johan Dahl atkvøtt fyri broytingaruppskotinum hjá samgonguni og Christian Andreasen, so hevði hann – um ikki annað – kunna tryggjað, at foreldur, ið sita einsamøll við foreldramyndugleikanum yvir einum barni, fingu møguleikan at deila hetta við einum øðrum persóni, sambært barsilsskipanini.

Hóast orðið “samkynd” ikki varð nevnt í lógaruppskoti Christian Andreasens, so hevði tað hóast alt bøtt støðuna hjá teimum, ið hava tørv á tí. Og Johan Dahl hevði lutvíst kunna staðið sum eitt slag av vinnara, við tað at hann hevði fingið miðflokkatingmenn at atkvøða saman við sær at betra um støðuna hjá einum ávísum bólki, ið Miðflokkurin annars hevur ilt við at kennast við.

Tað, sum hendi á tingi, ber boð um, at tað eisini ber til at mýkja miðflokkamenn til at síggja veruleikan í eyguni og góðtaka, at samfelagið í dag ikki er tað sama, sum tá allir føroyingar lagaðu seg orðarætt eftir tí, sum stendur í halgubók.

Bispur hevur ásannað, at tíðin er ein onnur. Kanska miðflokkamenn eisini fara at ásanna tað, og loyva tí greiða meirilutanum, sum er í løgtingi fyri at bøta um kor teirra samkyndu, at útinna sítt fólkagivna vald. 

SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

  • Blaðið

    Stovnað 2020

    Útgevari: Knassar

    Upplag: 7683

    Lisnar síður: 28894

    Dagført 10. hvørt sekund
  • Samband

    tel. 20 80 80

    [email protected]



    Ingi Samuelsen

    Redaktørur

    [email protected]

    tel. 22 22 73


  • Borgar Kristiansen

    Lýsingarráðgevi

    [email protected]

    tel. 23 66 01

2
Leygardagur 13. februar 2021

20.000 bilar færri gjøgnum Norðskálatunnilin um vikuna

Ferðsluteljingarnar hjá Landsverki vísa, at ferðslan gjøgnum Norðskálatunnlin er minkað munandi eftir at Eysturoyartunnilin lat upp

(Mynd: Google)
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

Tað koyra næstan 20.000 bilar færri bilar gjøgnum Norðskálatunnilin um vikuna nú, enn tað gjørdi áðrenn Eysturoyartunnilin lat upp.

Tað vísa ferðsluteljingarnar, sum Landsverk hevur gjørt.

Landsverk telur alla tíðina ferðsluna á ávísum støðum á føroyska vegakervinu, og nú ein nýggj slóðbrótandi farleið er komin millum Eysturoynna og høvuðsstaðarøkið, er tað áhugavert at hyggja eftir tølunum fyri bilar, ið koyra gjøgnum Norðskálatunnilin.

Ferðsluteljingarnar hjá Landsverki vísa, at tvær tær fyrstu vikurnar í desember koyrdu millum 33.600 og 35.800 bilar gjøgnum tunnilin um vikuna, svarandi til 4.800-5.100 í miðal um dagin.

Seinastu fýra vikurnar, tað vil siga frá 11. januar (dagin eftir at gjaldsskipanin varð sett í gildi) til 7. februar, lá talið millum 15.300 og 17.900 bilar um vikuna, svarandi til millum 2.200 og 2.500 bilar um samdøgrið.

Sostatt koyra tað nú í miðal rund roknað 2.500 færri bilar gjøgnum Norðskálatunnilin nú enn tað gjørdu undan jólum.

Roknast má harvið við, at hesir bilar, nú velja at koyra í gjøgnum Eysturoyartunnilin, og rinda tað tað kostar ístaðin.

[object Object]

Langt frá málinum
Men 2.500 bilar um dagin er langt frá tí, ið skal til fyri at Eysturoyartunnilin skal bera seg.

Teitur Samuelsen, tunnilsstjóri, letur kortini væl at fyribils ferðslutølunum fyri Eysturoyartunnilin. Hann upplýsir, at talið í løtuni liggur um 4.000 bilar +/-, sum koyra gjøgnum Eysturoyartunnilin um samdøgrið. Talið er sostatt 1.500 hægri enn talið, sum ferðslan gjøgnum Norðskálatunnilin er minkað.

Harvið kann tað sigast, at Eysturoyartunnilin longu hevur lukkast at økja um ferðsluna við 1.500 bilum.

Teitur Samuelsen, tunnilsstjóri upplýsir, at tey ongantíð hava roknað við, at ferðslan skal finna sítt “rætta støði” longu nú so stutt eftir at tunnilin er latin upp. Tað fer neyvan at henda fyrr enn einaferð í summar, tá fólk hava vant seg við møguleikan at velja tunnilin til ella frá, upplýsir hann.

Tí tað er langt á mál. Tað hevur verið frammi, at talið av bilum, sum skulu brúka tunnilin fyri at hann skal bera seg, helst skal liggja 6.000. Tað er umleið túsund fleiri, enn tað í miðal koyrdu gjøgnum Norðskálatunnilin áðrenn Eysturoyartunnilin kom.

Tí skal skal tað framvegis henda ein munandi broyting í ferðingamynstrinum innan máltalið hjá tunnlinum er rokkið.

Gott 6.000 bilar er – nú vit tosa um tað – júst talið, sum koyrir um Lambareiði um samdøgrið.

Talið av ferðsluni á hesum strekkinum er ikki broytt eftir at tunnilin er komin við tað at ferðslan, sum nú koyrir til og frá tunnlinum uppvigast av talinum sum koyrdi til og úr bygdunum uttast á eystara armi áðrenn tunnilin kom.

Strikumyndin herundir vísir, hvussu ferðslan gjøgnum Norðskálatunnlin minkaði eftir at Eysturoyartunnilin lat upp 19. desember. Um jóla- og nýggjárshalguna er vanliga minni ferðsla. Eftir at gjaldsskipanin varð sett í gildi, hevur ferðslan verið nakað minnið enn helmingurin av tí hon var undan jólum.

 

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

 

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 13. februar 2021

3
Leygardagur 13. februar 2021

Handilsvinnufelagið: Korona trýstir prísirnar upp

Fraktútreiðslurnar á vørum, framleiddar í Fjareystri, eru øktar upp í 500 prosent, síðani koronafarsóttin fór at gera um seg. Hetta fer at síggast aftur í øktum prísum í 2021, sigur Handilsvinnufelagið

Eyðvør Berg, forkvinna í Handilsvinnufelagnum
SkrivaÐ:

Leivur Hansen

- Vit hava øll verið sera nógv merkt av koronufarsóttini, men ymiskt er kortini, hvussu hevur hilnast hjá ymsu limum okkara, sum spenna heilt frá framleiðslufyritøkum, heilsølum og vanligum handlum, ið selja alt frá knappanálum, góðgæti, matvørum, klæðum, teldum, maskinum, byggitilfari, til tænastuveitingar av ymsum slag. Ein partur hevur klárað seg væl, meðan tað hjá øðrum hevur gingið minni væl - og hjá summum serstakliga tungt.

- Hjá fleiri okkara var tíðin eftir fyrstu koronubylgjuna og í seinnu helvt í fjør yvirhøvur góð, um hugsað verður um søluna. Men nógvar avbjóðingar hava verið knýttar at broyttu fortreytunum. Vit hava ikki kunnað havt ein vanligan gerandisdag, men hava allatíðina – eins og øll onnur – skula tillagað okkum broyttu viðurskiftini. Nógv atlit hava verið at taka í hesum sambandi til tess at gera tað so trygt sum tilber bæði hjá viðskiftafólki og starvsfólki.

Soleiðis sigur Eyðvør Berg, forkvinna í Handilsvinnufelagnum, tá vit spyrja hana, hvussu handilsvinnan hevur havt tað hetta seinasta árið undir koronuavbjóðingini.

- Trupulleikar hava eisini staðist í vinnuni av stongdum dagansingarstovnum, sóttarhaldum og líknandi, leggur hon aftrat.

Hækkandi prísir
Handilsvinnufelagið umboðar seráhugamálini hjá handilsfyritøkum í føroysku vinnuni og er sostatt meginfelag fyri allar føroyskar handilsfyritøkur, sum selja eitt ella annað, sama um tað eru vørur ella tænastur.

- Hvørjir handlar hava staðið seg best í øllum hesum koronumeldrinum?

- Klædnahandlar, málingahandlar, leikuhandlar og handlar, ið selja búnýti og líknandi, hava yvirhøvur verið væl vitjaðir. Hetta kemst av, at fólk hava havt meiri tíð heima og ikki verið so nógv uttanlands sum vanligt. Hinvegin hava aðrir limir hjá okkum, sum m.a. selja til vinnulívið, yvirhøvur havt verri umstøður. Eitt nú hava bilútleigarar havt eina øgiliga stóra afturgongd. So tað ber ikki til at skera alla handilsvinnuna yvir ein kamb, sigur Eyðvør Berg og leggur aftrat, at avbjóðingar eisini hava verið hjá fyritøkum at fáa vørur frá veitarum, tí hesir eisini hava verið hart raktir av koronu og framleiðslur tískil hava ligið lamnar.

Forkvinnan í Handilsvinnufelagnum sigur, at avleiðingarnar av hesum longu eru farnar at síggjast í hækkandi prísum.

- Orsøkin til hetta eru høgu fraktútreiðslurnar, sum eru komnar upp á vørur úr Fjareystri, haðani stórur partur av framleiðsluni stavar. Vit síggja veitarar, sum hava fraktøking til Evropa úr Asia upp á 500 prosent (!), so tað sigur seg sjálvt, at hetta fer at síggjast aftur í øktum prísum í 2021, staðfestir Eyðvør Berg, ið eisini er varastjóri í Berglon í Runavík og Klaksvík, sum umframt gávur, búnýti, leikur og frítíðarklæði eisini selur fiskireiðskap til línuskip o.o.

Umleið helmingurin av søluni hjá Berglon er fiskireiðskapur, sum tey hava framleitt í Kina síðani 2012.

[object Object](Mynd: Sverri Egholm)

Ongin latið aftur
Spurd, um nakar limur í Handilsvinnufelagnum hevur noyðst at lata aftur sum avleiðing av koronustøðuni, sigur Eyðvør Berg, at higartil hevur hon tíbetur ikki frætt um slíkar avleiðingar.

- Men, sigur hon, vit síggja eitt týðuligt mynstur í grannalondum okkara hesum viðvíkjandi, har korona hevur latið handilslív og samfeløg aftur.

Forkvinnan í Handilsvinnufelagnum heldur tað í hesum sambandi vera sera umráðandi, at politiski myndugleikin lurtar eftir ynskjunum hjá handilsvinnuni.

- Sum heild er vinnan nøgd við karmarnar, sum vit hava at virka undir. Tó er tað av alstórum týdningi fyri okkum, at karmarnir ongantíð eru verri enn hjá teimum útlendsku fyritøkunum, ið selja til kundar í Føroyum.

- Hvat ger Handilsvinnufelagið ítøkiliga fyri at halda í oyrunum á politikarunum til tess at tryggja hesi viðurskifti?

- Tá okkurt er, sum vit meta vera kappingaravlagandi – bæði millum handlandi í Føroyum og mótvegis útlandinum – gera vit politisku skipanina varuga við hetta. Vit svara eisini teimum hoyringsskrivum, sum hava við okkara øki at gera.

Kunnu ikki kappast við danskar prísir
- Prísirnir í Føroyum verða javnan samanbornir við, hvat vøran kostar í Danmark. Hví eru prísirnir sum heild hægri í Føroyum?

- Tað eru nøkur viðurskiftir, sum stilla okkum øðrvísi enn ein tilsvarandi danskan handil. Í Føroyum gjalda við ofta gatt-toll av vørum, vit skulu selja. Harumframt hava vit fraktútreiðslur. Hetta ber í sær, at um ein føroyskur handil selur vørur fyri danskan prís, so hevur hann lægri vinning enn ein danskur handil, sum selur somu vøru. Harumframt er føroyski marknaðurin lítil, so vit fáa ofta ikki keypt inn í teimum nøgdum, sum kunnu geva okkum betri innkeypsprísir.

- Hvussu ávirkar útlendski nethandilin í Føroyum føroysku handilsvinnuna?

- Hetta er ein stór avbjóðing fyri føroyskar handlar. Sambært tølum frá TAKS koma 8.000 sokallaðir Kina-pakkar til Føroya um vikuna. Allir netpakkar, sum hava eitt virði undir 300 krónur, sleppa inn í landið toll- og mvg-frítt. Hetta er stak kappingaravlagandi fyri okkum, sum reka virksemi í Føroyum. Vit hava ikki somu treytir, tá vit skulu gjalda bæði toll og mvg av somu vørum, tí tað ber sjálvandi ikki til at innflyta eina og eina vøru.

Færri og færri serhandlar
Eyðvør Berg vísir í hesum sambandi á, at t.d. í Danmark og Noregi hevur økti nethandilin havt við sær, at tað verða færri og færri serhandlar, serliga á teimum smærru plássunum.

- Eisini í Føroyum eru munandi færri handlar í dag enn fyri 20 árum síðani. Heldur henda gongdin fram, so fer talið av handlum í Føroyum framhaldandi at minka – og vøruúrvalið samsvarandi. Hvussu hetta verður í framtíðini, veldst um politisku skipanina og keypsmynstrið hjá fólki.

- Hvat eiga politikararnir sum tað fyrsta at gera til tess at steðga hesi
gongdini?

- Tað mest átrokandi beint nú er at fáa lógina um netpakkar broytta, soleiðis at føroysku handlarnir ikki eru verri fyri í kappingini enn t.d. Amazon, Alibaba o.l. Sum lógin er í dag, hava hesi fyrimun fram um føroyska handilin. Tíverri hevur politiska landslagið ikki hug at taka hetta málið upp, hóast vit fleiri ferðir í fleiri ár hava gjørt vart við hetta, harmast Eyðvør Berg um og vísir samstundis á, at avleiðingin av hesum er, at landskassin missir nógvar inntøkur í tolli og mvg.

[object Object]

Fleiri ung velja handilsvinnuna
Málið hjá Handilsvinnufelagnum er m.a. at menna og styrkja føroyska handilsvinnu, soleiðis at fleiri fáa áhuga í at velja handilsvinnuna sum sína yrkisleið.

Hetta verður gjørt umvegis kunningar- og skeiðvirksemi, men felagið er eisini virkin partur í tilgongdini at menna og ávirka útbúgvingarskipanina fyri føroyska handilsvinnu.

- Hvussu er undirtøkan millum ung fyri at velja handilsleiðina sum yrkisleið?

- Tilgongdin av lærlingum hevur verið støðug síðani 2010. Tøl frá Yrkisdeplinum vísa tó eitt vaksandi tal av handilslærlingum seinastu árini. Frá 2010 til 2013 lá talið millum 40 og 45 um árið, og síðani hevur tað ligið millum 51 og 64 um árið. Higartil í ár eru átta lærlingar skrásettir, upplýsir Eyðvør Berg.

- Vit vilja tó hava fleiri lærlingar og harvið fleiri yrkislærd. Eitt, sum tó fær ung at velja yrkið frá, er tørvandi ansingarmøguleikar. Neyðugt er at kunna arbeiða til kl. 17.30, sum er vanlig afturlatingartíð hjá flestu handlum.

- Hvat gera tit fyri at fáa fleiri at velja hesa yrkisleið?

- Tað nýggjasta átakið er ”Vit sum handla”- herferðin, sum varð væl móttikin og økti munandi um áhugan og talið á fyrispurningum. Haraftrat hava vit eitt árligt tiltak á Glasi, har handilsvinnan vitjar og greiðir frá um økið og møguleikar innan starvsøkið. Í ár fara vit so fyri fyrstu ferð eisini at fyriskipa tiltaki á Kambsdali. Hesi tiltøkini vóru - sum so mangt annað - avlýst síðsta vár, men vónandi fer tað at bera til í ár. Vit hava eisini verið við til onnur tiltøk, t.d. ”Greið frá tínum yrki”. Annars royna vit við jøvnum millumbilum at vera sjónlig á sosialu miðlunum, sigur forkvinnan í Handilsvinnufelagnum.

 

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 13. februar 2021

4
Leygardagur 13. februar 2021

Mentanarhúsið í Klaksvík: Nú kemur ferð á

Í vikuni flutti Posta úr gamla bygninginum, og nú kemur væntandi ferð á umvælingararbeiðið, sigur Dávur Winther, mentanarleiðari í Klaksvíkar kommunu, sum væntar, at húsið stendur klárt á sumri næsta ár sum ætlað

(Mynd: Dávur Winther)
SkrivaÐ:

Alda Nielsdóttir

Á sumri í 2022 skal eitt nýtt Mentanarhús til 60 mio. krónur standa liðugt í Klaksvík.

Talan er um gamla Posthúsið í býnum, sum verður bygt út. Posta, sum hevði verið í húsinum, síðan 1960ini, flutti út mánadagin.

Hóast arbeiðið hevur verið eitt sindur órógvað av korona og kalda veðrinum, so verður mett, at bæði tíðarætlanin og kostnaðarætlanin fer at halda, sigur Dávur Winther, Mentanarleiðari í Klaksvíkar kommunu.

– Posta skuldi nokk verið farið út eitt sindur fyrr, men tað var fyri, at vit kundu koma meira í báðum bygningunum og umvæla bæði tað gamla og tað nýggja. Fyrst og fremst gera vit tað gamla liðugt – lukka tað inni – og so fara vit í holt við hin bygningin.

[object Object](Mynd: Dávur Winther)

[object Object](Mynd: Dávur Winther)

 

Eini tíggju mans arbeiða í løtuni á byggiplássinum, og nú Posta er flutt í nýggjan bygning er nemmari hjá teimum at gera umvælingar innanfyri, sigur Dávur Winther.

– So fáa vit umskipað alt húsið, sum tað skal vera. Tað verður heilt øðrvísi innrættað.

Mentanarleiðarin greiðir frá, at tey eru farin í gongd við ein part av kjallaranum – við at taka veggin niður og broyta og flyta ymiskt. Eisini hava tey koyrt onkrar trappur niður.

– Vit arbeiða eisini úti og stoypa veggir, og akkurát nú er tað svalin. Vit eru uppi á fyrstu hædd, og vit hava gjørt vangan niðan móti Klaksvíksvegnum. Tað er betongarbeiði úti, sum vit fáast við.

Hóast korona og kalda veðrið hevur órógvað eitt sindur, hevur talan ikki verið um stórar seinkingar. Eitt nú var arbeiðsplássið gjørt til eitt sóttarhaldspláss í eitt tíðarskeið i sambandi við, at arbeiðsfólk komu úr Rumenia.

  Tað vóru bara teir frá Rumenia, sum vóru har tá, hóast eingin teirra hevði korona. Men teir skuldu vera í sóttarhaldi, so mann valdi at gera tað til eitt sóttarhaldspláss, sigur Dávur Winther, sum leggur afturat, at arbeiðsorkan eisini var eitt lítið sindur ávirkað av sóttarhaldi eftir jól.

[object Object](Mynd: Dávur Winther)

[object Object](Mynd: Dávur Winther)

Í løtuni verður tó mett, at bæði tíðarætlanin og kostnaðarætlanin fer at halda, so Mentanarhúsið stendur klárt til at lata upp næsta summar, men enn er ov tíðliga at siga nakað um stórar broytingar.

– Vit hava bara verið í sving við byggingini í stórt hálvt ár, og har skal ganga hálvtannað ár afturat, sigur Dávur Winther, sum leggur afturat, at kalda vetrarveðrið sjálvandi eisini hevur órógvað arbeiðið, men málið og vónin er, at tað fer at bera til at hála tað inn aftur.

[object Object]Soleiðis fer at síggja út av Vágsbøi (Mynd: Klaksvíkar kommuna)

Tað er grunnurin Mentanarhúsið, sum stendur fyri verkætlanini. Ósbjørn Jacobsen Arkitektar hava teknað húsinð, og Kanjon er høvuðsarbeiðstakari.

Mentanarhúsið fer at hava eina stóra høll til leikuppsetan, sum kann hýsa 380 fólkum – við borðuppstilling til veitslur og annað líknandi kann tað hýsa væl fleiri enn 400. Mentanarhúsið er partur av miðbýarætlanini hjá Klaksvíkar kommunu.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 13. februar 2021

5

Størv

Leiðari til Keyp Landsins

Meira Umsóknarfreist: 22. november 2024

Móttøkufólk / lærlingur til Reyni Service

Meira Umsóknarfreist: 29. november 2024

Stjóri til nýtt altjóða sølufelag

Meira Umsóknarfreist: 16. desember 2024

Fyri Demenstænastuna í Roðanum verður søkt eftir køksstarvsfólki til Dagtilboðið á Skála

Meira Umsóknarfreist: 27. november 2024

Administrativ medarbetare till Nordisk Kulturfonds sekretariat i Köpenhamn

Meira Umsóknarfreist: 08. desember 2024

Henning Larsen Føroyar søkir eftir fólki

Meira Umsóknarfreist: 01. desember 2024

Bilsmiður til Berg Motors

Meira Umsóknarfreist: 25. november 2024

Seniorrådgivare till att arbeta med miljö- och klimatfrågor till avdelningen för tillväxt och klimat på Nordiska ministerrådet i Köpenhamn

Meira Umsóknarfreist: 05. desember 2024

Løgfrøðingur til Fiskivinnu- og samferðslumálaráðið

Meira Umsóknarfreist: 01. januar 2025

Leiðandi farmakonomur til nýggja apotekið í Vágum

Meira Umsóknarfreist: 22. november 2024

Nordiska ministerrådet söker en proaktiv IT-supporter som även är teknisk systemansvarig

Meira Umsóknarfreist: 02. desember 2024

Kontrollari til landsroknskapin

Meira Umsóknarfreist: 22. november 2024
6
Leygardagur 13. februar 2021

NCC leggur Landsverki lag á

Tunnilstoymið fær hjálp frá serfrøini í norska felagnum NCC í sambandi við uppstartin av Dalstunlinum. Tað upplýsti landsstýrismaðurin fyri tinginum í vikuni

Hendan myndin fekk tingfólk at undrast. Er tað Landsverk ella NCC sum ger Dalstunnilin, varð spurt um (Savnsmynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Tá munnligir fyrispurningar vóru á skránni í tinginum mikudagin, kom fram, at NCC er við í arbeiðinum at gera Dalstunnilin.

Jóhannis Joensen úr Javnaðarflokkinum spurdi Jørgen Niclasen, landsstýrismann í fíggjarmálum, um Dalstunnilin, og undir orðaskiftinum spurdu tingfólk hvør tað veruliga var, sum gjørdi tunnilin.

- Eg sá eina mynd á Portalinum, har tað varð skotið fyri Dalstunlinum, og tað vóru menn frá einum norskum byggifelagi sum gjørdu arbeiðið. Endamálið við hesum var, at serkunnleikin skuldi vera í Føroyum, segði Henrik Old, fyrrverandi landsstýrismaður í samferðslumálum, og sum eigur hugskotið at seta eitt tunnilstoymi at gera ymsar tunlar.

Eisini Høgni Hoydal og spyrjarin Jóhannis Joensen undraðust á hetta við, hvør tað er, sum borar tunnilin.

- Tað er eitt tunnilstoymi hjá Landsverki hevur uppgávuna at gera tunnilin, men í uppstartinum hevur man fingið serkøna hjálp (NCC, red.) inn at leggja sær lag á, kundi Jørgen Niclasen, landsstýrismaður, kunna løgtingið um.

Løgtingið skal játta pening
Blaðið Vikuskifti skrivaði tann 30. januar, at 100 metrar vórðu boraðir í Dalstunlinum, men at játtanin í ár bara rakk til arbeiði fram til í summar, og tá verður mett at 400 metrar eru boraðir.

Ætlar landsstýrismaðurin at seta meira pening av til Dalstunnilin so meira ferð kann setast á arbeiðið, spurdi Jóhannis Joensen. Hann hevði ilt við at fáa nakað svar frá landsstýrismanninum um hetta, og spurdi nakrar ferðir um hetta.

[object Object](Mynd: Landsverk)

- Tunnilstoymið er ikki mítt uppfinnilsi. Tað er eitt uppfinnilsi frá undanfarnu samgongu. Eg haldi sjálvur, at hvør ger arbeiðið ikki er tað vigtigasta. Tað viktigasta er, at tú játtar pengarnar til tað.

- Man setti tunnilstoymið í gongd, og man segði níggju milliónir um árið. Og tað havi eg hildið fast við. Men vit hava 16 milliónir í ár, og tað vil siga at vit fáa gjørt munanadi meira enn vit annars høvdu kunna fyri níggju milliónir, vissaði landsstýrismaðurin um, men staðfesti kortini at:

- Ynskir man at játta meira, so er tað løgtingið sum játtar pengarnar.

Jørgen Niclasen upplýsti eisini at grótið frá tunlinum í fyrsta umfari verður brúkt til at breiðka vegin við tunnilsmunnan í Húsavík, men at hugt verður eftir at brúka tilfarið til at breiðka aðrar vegir í oynni.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 13. februar 2021

7 Leygardagur 13. februar 2021

Kristin Michelsen avgjørdi málið við ikki at vera til staðar

Meiriluti var hvørki fyri andstøðu ella samgonguuppskotinum um barsilspening til samkynd foreldur

Kristin Michelsen (Savnsmynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

Sigast kann, at tað var umboðið hjá Sjálvstýri, sum, við ikki at vera til staðar í tinginum týskvøldið, avgjørdi lagnuna hjá nógv umstrídda málinum um at geva samkyndum pørum javnbjóðis rætt til barsilspening.

Hetta hóast bæði andstøða, herundir sambandstingmaðurin Johan Dahl, og samgonga ynsktu at loysa málið, tó á hvønn sín hátt.

Drúgva orðaskiftið snúði seg fyri tað mesta um broytingaruppskotið, sum fólkaflokstingmaðurin og løgfrøðingurin Christian Andreasen vegna samgonguna legði fyri løgtingið í evstu løtu, nakð eftir, at tingviðgerðin ætlandi skuldi byrja.

Uppskotið snúði seg um at geva løgfrøðiliga støkum foreldrum møguleika til sjálvi at ráða yvir barsilspengunum, skilt á tann hátt, at tey kunnu avgera hvør annar skal fáa burtur av peninginum.

Uppskotið frá Christian Andreasen líkastillaði ikki samkynd hjún – hesi vóru als ikki nevnd – men var ein roynd at loysa ein praktiskan trupulleika fyri nøkur fá foreldur í heilt serligari støðu.

Fótonglar
Samgongutinglimir, herundir Bárður á Steig Nielsen, løgmaður, løgdu undir viðgerðini andstøðuna undir ikki at vilja loysa trupulleikan, um tey ikki kundu taka undir við uppskotinum frá samgonguni.

So var tað at fata sum um uppskotið bara var ein roynd at leggja samgonguni fótonglar í vegin, helt løgmaður.

Grundleggjandi broyting
Andstøðan hinvegin vísti á, at uppskotið hjá andstøðuni var ein so grundleggjandi broyting í barsilsskipanini, at hon ómøguliga kundi atkvøða fyri uppskotinum, tí ongin kendi avleiðingarnar av uppskotinum við tað at tað hvørki hevði fingið nevndarviðgerð ella hevði verið til hoyring hjá avvarðandi pørtum.

Í evstu løtu royndi forkvinnan í vinnunevndini, Bjørt Samuelsen úr Tjóðveldi, at heita á samgonguna um at atkvøða fyri teirra uppskotið við lyfti um at fara í sakligar samráðingar áðrenn triðju viðgerð fyri at finna fram til eina semju, sum tók hædd fyri báðum uppskotunum.

- So kunnu tit altíð fella uppskotið til triðju viðgerð, um vit ikki koma á mál, segði hon.

Stóð á jøvnum - og fall
Men hetta vann ikki frama. Uppskotið varð sent til atkvøðugreiðslu uttan at løgmaður loftaði hesum tilboðnum um at finna fram til eina semju.

32 tingfólk vóru í salinum, tá málið fór til atkvøðugreiðslu beint fyri klokkan 21 týskvøldið.

33. tingmaður, einsamalla umboðið hjá Sjálvstýri, Kristin Michelsen, fór av fundi fyrr um dagin – hann skuldi heim til Suðuroyar.

Fyrst varð atkvøtt um eitt broytingaruppskoti hjá andstøðu vinnunevndini. 16 atkvøður vóru fyri og 16 ímóti. Tá meiriluti ikki er fyri einum uppskotið, er tað fallið.

Síðan varð atkvøtt um broytingaruppskotið frá Christian Andreasen. Sama úrslit, og uppskotið fall.

Triðju ferð varð atkvøtt um upprunauppskotið hjá hjá Ingilín D. Strøm, Djóna Nolsøe Joensen og Jóhannis Joensen úr Javnaðarflokkinum, Bjørt Samuelsen, Beintu Løwe Jacobsen og Hervør Pálsdóttir úr Tjóðveldi og Bjarna K. Petersen og Ruth Vang úr Framsókn.

Eisini her vóru 16 atkvøður fyri og 16 ímóti, og sostatt er alt málið fallið, og ongi útlit til at hesi foreldur verða partur av barsilsskipanini í hesi syftu.

 

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 09. februar 2021

8 Leygardagur 13. februar 2021

- Eru øll taparar, tá órættvísi sleppur at halda fram

LGBT Føroyar harmast um avgerðina í tinginum í týskvøldið: - Um vit LGBTarar góvust, hvørja ferð vit møta mótburði, so búðu vit ikki í Føroyum.

Mynd: Jens Kr. Vang
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

- Í dag vann ongin. Vit eru øll taparar, tá órættvísi sleppur at halda fram.

Soleiðis byrjaði LGBT Føroyar eitt heilt stutt skriv á Facebook-síðu sínari í týskvøldið, stutt eftir at atkvøðugreiðsla hevði verið í nógv umtalaða og umstrídda málinum um at geva samkyndum pørum javnbjóðis rætt til barsilspening.

Upprunaliga uppskotið um at javnseta samkynd í barsilsskipanini fall, og tað gjørdu bæði broytingaruppskotini eisini.

Fyri limir og viðhaldsfólk hjá LGBT var talan um eitt niðurlag, og skrivað varð, at um LGBT' arar góvust hvørja ferð, mótburður var, so búði eingin LGBT' ari í Føroyum.

Til seinast skrivar LGBT Føroyar:

- Vit stríðast víðari, og takk tit øll, sum so trúliga stuðla okkum.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 10. februar 2021

9 Leygardagur 13. februar 2021

Hetta við samkyndum er blást upp

Steffan Klein Poulsen úr Miðflokkinum er sannførdur um, at tað eru umstøðurnar sum gera, at summi eru samkynd

 
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Hann torir at standa við sítt. Eisini tá tað snýr seg um umstrídd mál sum porno og um samkynd.

Undir orðaskiftinum týsdagin, tá uppskot um at javnseta samkynd við hinskynd í barsilsskipanini, segði Steffan Klein Poulsen úr Miðflokkinum aftur sína meining um samkynd. Hann hevur nevnt okkurt líknandi fyrr, og aftur hesaferð fekk tað sinnið í kók hjá fleiri av andstøðutinglimunum.

Hann segði millum annað, at tað at vera samkyndur er eitt val, og ein orsøk til at summi velja at gerast samkynd eru umstøðurnar, millum annað við hús.

Hetta fekk Beintu Løwe úr Tjóðveldi at gera vart við seg.

- Um samkyndleiki er eitt val, so má hinskyndleiki eisini vera eitt val. Eg eri fødd á Klaksvíkar sjúkrahúsi, og har veit eg einki um, at vøggur vóru til tey sum valdu at vera samkynd og tey, sum valdu at vera hinskynd.

- Tað sum Steffan Klein Poulsen faktiskt sigur, er at foreldrini hjá okkum samkyndu ikki hava verið nóg góð, segði Beinta Løwe.

Eingin føddur samkyndur
- Eg eri sannførdur um, at tann besti lívsstílurin, sum fólk kunnu liva uppá er biologi. Eg haldi hitt er kenslur og identitetur, sum er blástur upp, og sum fólk velja at liva eftir, segði Steffan Klein Poulsen.

- Eingin kann prógva tað, at eitt samkynd kykna ella nakað gen finst. Eingin er føddur samkyndur. Og hvat er tað so. So eri eg sannførdur um, at tað eru umstøðurnar sum gera tað.

Sum kunnugt, fullu øll uppskotini við 16 fyri og 16 ímóti - upprunauppskotið, broytingaruppskotið frá andstøðuni og broytingaruppskotið frá Christiani Andreasen úr Fólkaflokkinum.

Í greinini á portal.fo sæst eisini stutt videobrot við Steffani Klein Poulsen

 

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 11. februar 2021

10 Leygardagur 13. februar 2021

Herverk ímóti Havnar kirkju meldað

Týsmorgunin varð varnast, at "Antikrist rætt stava LGBT", t-stavurin var sum ein krossur, stóð á portrinum. Løgreglan kannar málið

(Mynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

Kjakið um líka rættindi fyri øll foreldur fylti nógv í hesi vikuni. Málið varð til viðgerðar í løtginginum týsdagin.

At hetta er á breddanum sást á portrinum til Havnar kirkju sama morgun. Onkur hevði skrivað "Antikrist rætt stava LGBT", har t-stavurin var sum ein krossur. Tískil  bendir alt á, at persónurin/persónarnir, ið hava skrivað hetta eru greitt ímóti uppskotinum.

Málið er eisini til løgregluna sum herverk. Hetta váttar vakthavandi á løgreglustøðini í Havn.

Hann sigur, at stavirnir vórðu festir við kolstift og ikki til dømis lakki, og tí eru lættir at fáa avaftur.

Sami tekstur var eisini at síggja fleiri aðrastaðni í Havn henda morgunin.

Løgreglan kannar framvegis málið.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 09. februar 2021

11 Leygardagur 13. februar 2021

Helgi A: Tað eru ikki vit, sum eiga avgerðina um radaran

Avgerðin er tikin áðrenn tey spyrja okkum, sigur landsstýrismaðurin við vinnumálum

Helgi Abrahamsen (Savnsmynd)
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

Mikudagin segði Bárður á Steig Nielsen, løgmaður, í tinginum, at tað verður ikki settur nakar hernaðarradari upp á Sornfelli uttan at tað er gjørt í semju við føroyingar.

Les: Donsk semja um radara á Sornfelli 

Men hetta passar ikki sambært partamanninum, Helga Abrahamsen, landsstýrismanni.

Tað sigur hann í eini viðmerking til Bjarna K. Petersen, tingmann hjá Framsókn, á Facebook. 

Framsóknartingmaðurin hevði eina viðmerking til tað, sum løgmaður segði um málið í tíðindunum í mikukvøldið, tá hann ikki segði, at radarin ikki verður uppsettur uttan í semju við føroyingar, men at hann “hevði fingið upplýst, at ongin radari verður settur upp uttan í semju føroyingar”.

Helgi Abrahamsen, ið er kendur fyri at vera aktivur viðmerkjari á sosialu miðlunum ofta við sniðfundigum orðingum,  svaraði Bjarna soleiðis:

“Vit kundu eisini gjørt eina samtykt sum segði, at Føroyar skulu ikki verða álopnar hernaðarliga, uttan í fullari semju við føroyingar.”

Tá Bjarni K. Petersen so spyr, um tað kanska er líka mikið hvat føroyingar samtykkja, svarar landsstýrismaðurin við umhvørvis- og vinnumálum:

“Ja. Og um danska stjórnin sigur nei, so verður tað onkur annar sum tekur avgerðina yvir høvdinum á teimum. Tey spyrja, í vón um at fáa játtandi svar, men avgerðin er tikin áðrenn tey spyrja.” 

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 11. februar 2021

12 Leygardagur 13. februar 2021

Trine Bramsen: Føroyar kunnu siga nei til radaran

Vónin er, at tey fáa grønt ljós úr Føroyum, men um Føroyar siga nei, verður tað góðtikið, segði danska verjumálaráðkvinnan á tíðindafundi hósdagin

(Savnsmynd: Pól Sundskarð)
SkrivaÐ:

Alda Nielsdóttir

Føroyar hava enn ikki givið grønt ljós til ein nýggjan radara á Sornfelli sum partur av nýggjari avtalu, sum skal styrkja eftirlitið og verjuna í ríkisfelagsskapinum.

Tilsamans 1,5 milliardir krónur eru settar av til endamálið.

Semingspartarnir, sum løgdu avtaluna fram seinnapartin, bíða enn eftir afturmeldingum úr Føroyum, segði danska verjumálaráðkvinnan, Trine Bramsen, á tíðindafundinum, men mann væntar, at Føroyar fara at góðtaka avtaluna.

Á tíðindafundinum varð eisini gjørt vart við, at fleiri flokkar í Føroyum eru ónøgdir við mannagongdina, men tað er torført, tá so nógvir partar skulu uppí samstundis, segði Trine Bramsen, tá hon varð spurd um, hví hon ikki bíðaði við at leggja avtaluna fram, til undirtøka úr Føroyum og Grønlandi var tryggjað.

Vónin er, at Føroyar góðtaka radaran, men tað verður sjálvandi góðtikið, um Føroyar siga nei, segði hon.

Sambært avtaluni er eisini ætlan um at seta eina hernaðarútbúgving á stovn í Grønlandi.

[object Object]

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 11. februar 2021

13 Leygardagur 13. februar 2021

Støðgur í koppsetingini til einaferð í seinnu hálvu av næstu viku

Samanlagt eru 5.355 koppsetingar gjørdar í Føroyum síðani ársskiftið - 1.221 fólk hava fingið seinna prikið og eru liðugt koppsett

Seks vikur eru nú síðani fyrstu koronukoppsetingina í Føroyum (Mynd: Ólavur Frederiksen)
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

Týsdagin vórðu 190 heilsustarvsfólk og sjúklingar í serligum vandabólkum koppsett á Landssjúkrahúsinum.

- Samanlagt eru 5.355 koppsetingar gjørdar í Føroyum síðani ársskiftið. 4.134 fólk hava fingið fyrra prikið. 1.221 hava fingið seinna prikið og eru liðugt koppsett, skrivar corona.fo.  

Kunnað varð eisini um, at nú verður ein steðgur í koppsetingini, til nýggj sending við koppingarevni kemur til landið einaferð í seinnu hálvu av komandi viku.

 

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 10. februar 2021

14 Leygardagur 13. februar 2021

Jens Andrias Vinther honorarkonsul fyri Rumenia

Varð skipaður í starvinum farna leygardag

 
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Farna leygardag var hátíðarhald undir Bryggjubakka í Havn í sambandi við skipan av honorarkonsulati fyri Rumenia fyri konsuløkið Føroyar.

Jens Andrias Vinther, sum er advokatur og partnari í Hansen Vinther advokatfirma, er útnevndur sum honorarkonsul fyri Rumenia.

Jens Andrias Vinther hevur fingið tillutað serstakar heimildir samsvarandi galdandi reglum og mannagongdum á økinum til tess at verja rættindini og røkja áhugamálini hjá rumenskum borgarum og løgfrøðiligum persónum. Samstundis skal honorarkonsulin stuðla rumensku sendistovuni í Keypmannahavn við tiltøkum til tess at styrkja bondini millum londini, heruppií at økja um kunnleikan til rumenska mentan.

[object Object]
Nýggi konsulin saman við herbúgvandi rumenum

Tá honorarkonsulatið varð skipað, luttóku honorarkonsulin og fleiri rumenskir tilflytarir, havandi í huga neyðugu avmarkingarnar, sum stava frá covid-19 farsóttini.

Rumenski ambassadørurin fyri danska kongaríkið, Alexandru Grădinar, luttók eisini umvegis videoleinki, og undirstrikaði týdningin av at stuðla rumensku borgarunum í Føroyum eins og týdningin av at økja um fíggjarligu og mentanarligu sambondini millum londini. Hann nevndi harafturat, at hann var sannførdur um, at nýggi honorarkonsulin fór at viðvirka til at fáa hetta framt í verki.

Nýggi honorarkonsulin undirstrikaði, at hann fór at gera sítt fyri at økja um sambandið millum londini, og til at veita rumenskum borgarum í Føroyum tær upplýsingar og tann stuðul, ið tey hhava tørv á.

Hann nevndi eisini, at hann í Føroyum ætlaði at stuðla uppundir betri vitan um og fatan av veruleikanum í Rumenia, herundir við at stuðla undir sambandið millum fólk, mentanarliga hjáveru og íløgur.

Honorarkonslar hava uppgávur og skyldur, sum ikki eru líka sum tær hjá yrkiskonsulatum. Honorarkonsulatið fyri Rumenia í Tórshavn heldur til á skrivstovuni hjá Hansen Vinther Advokatfirma, undir Bryggjubakka 21.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 08. februar 2021

15 Leygardagur 13. februar 2021

Árni Dam farin

Fyrrverandi skipafelagsmaðurin og russiski konsulin gjørdist 84 ára gamal

 
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

Ein kend býarmynd í Havn, Árni Dam, doyði týsmorgunin 84 ára gamal.

Árni Dam var útgerðarmaður, seinast sum stovnari og stjóri í Faroe Agency. Hansara trúfasta arbeiði fyri russisk skip førdi til, at hann í 2003 gjørdist honorerur russiskur konsul í Føroyum.

Les hugleiðingar, sum sonurin Niels Uni Dam hevur skrivað um pápan á blogginum Nudlar.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 09. februar 2021

16 Leygardagur 13. februar 2021

Vindmyllulundin í Porkeri yvirtikin

Hósdagin varð hátíðarhald fyri innbodnum – mett verður, at vindmyllulundin fer at kunna framleiða umleið 20 GWt um árið, 57 prosent av samlaðu nýtsluni í Suðuroy

Mynd: SEV
SkrivaÐ:

Alda Nielsdóttir

Hósdagin yvirtók Vindfelagið Neshagi, sum er dótturfelag hjá SEV, vindmyllulundina í Porkerishaganum.

Talan var um ein stóran dag fyri føroyingar og ikki minst suðuroyingar, skrivar SEV á Facebook.

Í fagrasta veðri varð skipað fyri einum lítlum hátíðarhaldi fyri innbodnum, sum eisini fingu høvi at vitja inni í einari av myllunum.

Myllurnar í Porkerishaganum hava verið royndarkoyrdar síðan november. Myllurnar framleiddu 576 MWt í januar, 17 prosent av samlaðu elframleiðsluni í Suðuroy í hasum tíðarskeiðnum.

Í Suðuroynni brúka tey streym, sum verður framleiddur úr vatni, vindi, sól og olju. 

Sambært SEV verður mett, at vindmyllulundin fer at kunna framleiða uml. 20 GWt av el-orku um árið.

Verður øll hendan orkan fingin til høldar, er tað 57 prosent av samlaðu nýtsluni í Suðuroy. Tað svarar til miðalnýtsluna hjá umleið 4.000 húskjum, og fer tað at minka um oljunýtsluna við 4.400 tonsum árliga.

[object Object]Helgi Abrahamsen, landsstýrismaður

[object Object]

 

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 12. februar 2021

17 Leygardagur 13. februar 2021

Starvsmannafelagið broytir navn til Starvsfelagið

Á eykaaðalfund í felagnum í dag varð samtykt at broyta navnið til tað meira nútíðarhóskandi, Starvsfelagið

Súni Selfoss kunngjørdi á eykaaðalfundi týsdagin uppskotið frá nevndini til navnabroytingina, sum fekk góða undirtøku frá limunum. Formliga verður navnið tikið í nýtslu á seksti ára degnum 23. februar, tá felagið broytir navn til Starvsfelagið. (Mynd: Jens Kristian Vang)
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Í ár eru 60 ár liðin síðani Starvsmannafelagið varð sett á stovn. Á eykaaðalfund í felagnum týsdagin varð samtykt at broyta navnið til tað meira nútíðarhóskandi, Starvsfelagið.

- Talan er ikki um nakra kollveltandi broyting, men meira um eina tillaging av navninum til ta tíðina, sum vit liva í. Vit strika bara “manna” í heitinum, so Starvsmannafelagið framyvir fer at kallast Starvsfelagið, skrivar felagið í tíðindaskrivi.

Navnabroytingin fekk góða undirtøku limunum, sum luttóku á eykaaðalfundinum, eftir at Súni Selfoss, formaður, og Noomi K. Rasmussen, næstforkvinna, høvdu sagt frá grundgevingunum fyri broytingini av navninum. 

Tann 23. februar eru 60 ár liðin, síðani Starvsmannafelagið, sum vit kenna tað í dag, varð sett á stovn. Upprunaliga sá felagið tó dagsins ljós 13 ár frammanundan. Hetta var sama ár, sum vit fingu heimastýrislógina, í 1948, og felagið kallaðist tá Starvs- og Tænastumannafelagið. Í 1961 fór hetta felagið í tvíningar og gjørdist til Tænastumannafelagið og Starvsmannafelagið.

Á eykaaðalfundinum týsdagin varð avgerð tikin um, at felagið á runda degnum tann 23. februar broytir navn til Starvsfelagið. Nýggja navnið gerst hervið meira rúmandi og nútímans og fær somuleiðis eitt meira beinrakið innihald. 

- Nú “manna” er strikað, umboðar navnið betri breiðu samansetingina av limaskaranum, har meirilutin eru kvinnur. Somuleiðis sendir hetta út signal um, at øll eru vælkomin í felagið, og navnið á felagnum fær eitt meira fevnandi og nútímans innihald.

- Tvítýdningurin í navninum er starvsfelagin, ið er ein, sum tú lyftir saman við, ert í parti við, og sum tú brúkar tíð saman við. Somuleiðis ein, ið hevur somu áhugamál sum tú, ein sum talar tína sak og stendur við tína lið. Hetta eru allir jaligir eginleikar, ið hóska væl sum heiti hjá felagnum. Harafturat er man við broytingini trúgvur móti søguni hjá felagnum við framvegis at hava “starvs” sum part av navninum.

Starvsfelagið er eitt orðaspæl millum navnorðið “starvsfelagi” uttan “ð”, sum merkir kollegi, og “Starvsfelagið” við “ð”, ið sipar til eitt ávíst felag. Fakfelagið fyri starvsfólk. Týdningurin av navninum, Starvsfelagið, sampakkar somuleiðis væl við høvuðsvirðið hjá felagnum, sum er “samhaldsfesti”. 

Nevndin er av teirri fatan, at Starvsfelagið er eitt rúmligari navn enn Starvsmannafelagið. Samstundis fæst ein meira viðkomandi týdningur inn í heitið, sum er meira beinrakin, tá ið hugsað verður um virðisgrundarlagið hjá felagnum. 

Navnabroytingin tekur við á sjálvum 60 ára stovningardegnum 23. februar 2021.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 09. februar 2021

18 Leygardagur 13. februar 2021

Erla Kongsdóttir fekk um skrúvuna

Tey átta ferðafólkini, sum vóru við Erlu Kongsdóttir hóskvøldið, máttu flytast til Nólsoyar við Tanum – Staðfest var, at ein endi var komin um skrúvuna

(Mynd: Strandferðslan)
SkrivaÐ:

Alda Nielsdóttir

Tá Erla Kongsdóttir var á veg út til Nólsoyar hóskvøldið, mátti báturin venda við aftur stutt eftir, at hann var komin út um molan í Havn.

Strandfaraskip Landsins skriva á heimasíðuna, at hjálp beinanvegin kom frá Havnar Bjargingarfelag, so tey átta ferðafólkini, sum vóru umborð, vórðu flutt til Nólsoyar við Tanum.

Kavarar staðfestu seinni, at ein endi var komin um skrúvuna. Trupulleikin er loystur, og Erla siglir nú aftur eftir ferðaætlanini.

[object Object]
(Savnsmynd: Bjartur Vest)

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 12. februar 2021

19 Leygardagur 13. februar 2021

Heðin Mortensen: Eiga at stovna nýggja gastronomiska kokkaútbúgving í Havn

11 tær bestu matstovurnar í Føroyum eru í Tórshavnar kommunu, og tí er tað natúrligt at bjóða matstovuvinnuni útbúgvingarligu karmarnar har, sigur borgarstjórin

Heðin Mortensen, borgarstjóri í Tórshavnar kommunu (Savnsmynd)
SkrivaÐ:

Alda Nielsdóttir

Í Blaðnum Vikuskifti, sum varð givið út undanfarna vikuskifti, stóð at lesa, at góðskuleiðarin hjá Smyril Line og harvið eisini á hotellunum Hafnia og Brandan, Svein í Heiðum, helt, at ein kokka- og tænaraútbúgving átti at verið í Havn.

Áhugi hevur ikki verið hjá matstovuvinnuni at senda kokkalærlingar til Klaksvíkar á kokkaskúla, og verða lærlingar sendir til Danmarkar í staðin.

Svein í Heiðum skeyt upp, at ein slík útbúgving kundi vera á Glasi í Havn ella í tilknýti til Glasir; tí skal útbúgvingin málrættast móti matstovuvinnuni, hevði hon ligið best í høvuðsstaðnum, tí tað er har, matstovurnar eru, segði hann.

Útsøgnin hjá Svein í Heiðum fall ikki í góða jørð hjá Jógvan Skorheim, fyrrverandi borgarstjóra í Klaksvík.

Um kokkaútbúgvingin skal uppraðfestast, eigur meira peningur at verða settur í verandi útbúgving í staðin, heldur hann.

Les eisini: Blívur tað betri um tað er í Havn

Núverandi borgarstjórin í Havn, Heðin Mortensen, heldur hinvegin, at tað hevði verið eitt gott hugskot at stovna nýggja kokkaútbúgving í Havn.

– Ein samlað føroysk matstovuvinna vil hava eina nýggja kokkaútbúgving í Føroyum. Og ein samlað matstovuvinna vil hava hesa útbúgvingina at liggja í Havn. Hesum taki eg fult undir við, sigur hann í lesarabrævi.

Av teimum 300 bestu matstovunum, sum eru savnaðar í Den danske spiseguide, eru 11 føroyskar matstovur, og allar liggja í Tórshavnar kommunu, vísir Heðin Mortensen á.

Slík útbúgving finst ikki í Føroyum
Talan er ikki um at flyta verandi útbúgving til Havnar men um at stovna nýggja útbúgving, sum vendir sær til gastronomisku matstovuvinnuna.

– Eingin ætlan er um at flyta nakað úr Klaksvík til Havnar, sum longu er har norðuri. Men ein nýggj kokkaútbúgving, sum vendir sær til gastronomisku matstovuvinnuna, eigur sjálvandi at liggja í Havn.

– Vinnan hevur tosað um slíka nýggja kokkaútbúgving í fleiri ár. Henda útbúgvingin er ikki at finna í Føroyum í dag, og júst hetta hevur leingi verið ein stór avbjóðing í vinnuni. 

– Ofta eru tað ungfólk, sum vilja í læru. Men at senda 16-17 ára gomul ung av landinum at fara í skúla í nakrar mánaðir er ikki tað besta, sigur vinnan. Og so eru tað tey, sum hava fleiri smábørn, og tá er lættari at vera í Føroyum, sigur Heðin Mortensen, sum heldur tað vera gleðiligt, at ljós nú verður varpað á at fáa hesa útbúgvingina í Føroyum.

– Vit hava ótrúligar góðar rávørur bæði á landi og sjógvi, og vit hava nógvar sera góðar kokkar, sum evna sanna matlist. Men vinnan hevur tørv á enn fleiri kokkum. Vinnan sigur greitt, at tá ið lærlingarnir røkka ein ávísan førleika, so finst víðari útbúgvingin ikki í Føroyum í dag.

Útbúgvingin hóskar væl til Glasir
Skal nýggja kokkaútbúgvingin í Føroyum gerast sama sólskinssøga sum matstovurnar í høvuðsstaðarkommununi eru, skal útbúgvingin kunna kappast við líknandi útbúgvingar uttanlands, sigur borgarstjórin í Havn.

– Verður útbúgvingin løgd í Havn, her matstovurnar gerast alsamt fleiri og betri, so eru lærlingarnir í Havn alla tíðina og arbeiða støðugt í vinnuni alla lærutíðina. Hetta fer uttan iva at eggja fleiri ungum at velja matstovuvinnuna sum yrkisleið.

Heðin Mortensen heldur, at Glasir kann standa fyri útbúgvingini, og at hetta kundi verið víðkað til eisini at bjóða møguleikan at læra til móttøkufólk og tænara.

– Matgerð og tænasta eru handverk og list. Hesi hóska væl saman við hinum yrkisútbúgvingunum á Glasi. Eisini tí at tú við eini kokkaútbúgving kanst fara víðari og læra til serviceøkonom, sum longu verður boðið út á Glasi. Tað hevði givið eina góða synergieffekt at havt kokkaútbúgvingina aftrat á Glasi, sigur hann.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 07. februar 2021

20 Leygardagur 13. februar 2021

Stórbilar fingið nýggjar eigarar

Ein starvsfólkabólkur í Stórbilum hevur keypt felagið frá John Olsen. Felagið flytur í næstum úr Hvalvík til Rituvíkar

(Mynd: Stórbilar / Facebook)
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Ein starvsfólkabólkur í Stórbilum hevur nú keypt felagið frá John Olsen. Felagið hevur stórar ætlanir fyri framman, og kundin skal rokna við fleiri nýggjum og nútímans tænastum.

Stjóri í felagnum er Páll Rói Poulsen, og er hann ein av fimm, ið hava keypt felagið.

- Vit hava eitt sterkt toymi og vit veita sera góðar vørur og tænastur. Farið verður undir at flyta í størri og meira nútímanshóskandi hølir, og hetta fer kundin at merkja á jaligan hátt, sigur hann.

Stórbilar eiga ein bygning á Rituvíkshálsi, sum farið verður undir at nútímansgera, so at felagið kann flyta úr Hvalvík til Rituvíkar.

- Tað er ongin loyna, at við Eysturoyartunlinum, flyta vit okkum nærri meginøkinum, og tað er ein fyrimunur fyri kundar okkara, sigur Páll Rói Poulsen.

Stórbilar eru best kendir fyri at umboða Volvo og Renault lastbilar. Men Stórbilar hava eisini onnur umboð: Meiller Kipper, MB Crusher og Irizar.

Harumframt hava Stórbilar eitt verkstað í serflokki.

Fakta:
Stovnað: 2011
Umboð: Volvo Truck Denmark, Renault Trucks, Meiller Kipper, MB Crusher og Irizar Starvsfólk: 8 ársverk
Heimstaður: Hvalvík (verður flutt til Rituvíksháls)

 

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 08. februar 2021

21 Leygardagur 13. februar 2021

Fara at byggja sjey íbúðir á Eiði

Spf. Búð fer nú undir at byggja sjey sambygd hús á Kolshjøllum

 
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

Nú verður farið undir at byggja sjey lykláklárar íbúðir á 95 fermetrar hvør á Kolshjøllum á Eiði.

Seinastu tíðina hevur verið arbeitt við at gera grundøkið á Kolshjøllum byggibúgvið, og er hetta arbeiðið komið so mikið áleiðis, at klárt er at fara undir sjálva íbúðarbyggingina, skrivar Eiðis kommuna í tíðindaskrivi.

Íbúðirnar verða væntandi klárar at taka í nýtslu um ársskiftið.

Tað var annars 25. juni í fjør, at freistin fór at lata inn uppskot til íbúðarbygging á Eiði. Tað er Sp/f Búð, sum eigur verkætlanina.

- Tað er av alstórum týdningi fyri okkara kommunu, at vit kunnu bjóða fjølbroyttar bústaðarmøguleikar, og er íbúðarverkætlanin á Kolshjøllum ein liður í hesum, skrivar Eiðis kommuna.

Frá húsunum verður frálíka útsýni oman yvir bygdina og suður gjøgnum Sundalagið.

Íbúðirnar verða innrættaðar við duri, tveimum kømrum, vesi, vaski-/grovkøki og stovu og køki í einum. Harumframt verður eitt úthús/hjallur. 

[object Object]
Útsýnið (Mynd: Google)

 

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 09. februar 2021

22 Leygardagur 13. februar 2021

Eiði: Fótbóltsvøllurin niðri á Møl verður framhaldandi kampingøki

Hetta hevur Eiðis bygdaráð samtykt. Søkt verður eftir einum leiðara til samskipa raksturin av kampingøkinum

Mynd: Pól Sundskarð
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

Seinastu mongu árini hevur gamli fótbóltsvøllurin niðri á Møl á Eiði verður nýttur sum kampingøki, og Eiðis bygdaráð hevur nú samtykt, at haldast skal fram við hesum.

Boðað verður frá hesum á heimasíðuni hjá Eiðis kommunu, har tað eisini verður søkt verður eftir leiðara/fyrisitara, ið hevur áhuga og hegni at átaka sær at standa fyri og samskipa kampingøkið.

 

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 09. februar 2021

23 Leygardagur 13. februar 2021

Sjey nýggjar leiguíbúðir klárar í summar

Arbeiðið við at innrætta gomlu kommunuskrivstovuna í Vestmanna til bústaðir gongur framá

 
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

Arbeiðið byrjar nú at líða við at innrætta sjey leigubústaðir í gomlu kommunuskrivstovuni á Bakkavegi 16 í Vestmanna.

Tað er spf. Eysturlon, sum stendur fyri arbeiðinum fyri Bústaðir.

Bústaðir keyptu bygningin frá Vestmanna kommunu í 2017 og síðan hava ymsar fyrireikingar verið gjørdar meðan leitað hevur verið eftir rætta arbeiðstakaranum.

Arbeiðið er nú komið so mikið áleiðis, at íbúðirnar væntandi verða klárar at taka í nýtslu eftir summarfrítíðina í ár, skriva Bústaðir á heimasíðu síni.

Tríggjar av teimum sjey íbúnum eru 105 fermetrar, harav tann eina er serliga rørsluvinarlig. Hinar fýra íbúðirnar eru 46 fermetrar. Allar íbúðirnar hava terrassu ella altan. 

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 10. februar 2021

24 Leygardagur 13. februar 2021

Sølutorgið í Vágsbotni skal nútímansgerast

Ymiskt verður gjørt í Vágsbotni næstu mánaðirnar

Mortan Johannesen, Carl August Arge, Heðin Mortnesen, Tróndur Sigurðsson og Kári Johansen (Mynd: Torshavn.fo)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Væl umtókta sølutorgið í Vágsbotni skal nútímansgerast, so umstøðurnar at keypa og selja í Vágsbotni gerast enn betri, skrivar Tórshavnar kommuna á heimasíðuni.

Teir báðir Mortan Johannesen og Carl August Arge kenna Sølutorgið í Vágsbotni sum sín egna lumma, og tí eru teir tiknir við upp á ráð.

Teir hava verið á fundi saman við Heðini Mortensen, borgarstjóra, Tróndi Sigurðsson, formanni í byggi- og býarskipanarnevndini, og Kára Johansen, formanni í havnarnevndini.

Mortan og Carl August hava nógvar hugsanir um, hvussu sølutorgið kann nútímansgerast - millum annað við at skipa atkomuviðurskiftini øðrvísi og at gera ljósviðurskiftini enn betri.

Arbeiðið verður væntandi liðugt í summar.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 06. februar 2021

25 Leygardagur 13. februar 2021

Burðardyggar matvøruskipanir á breddan

Umhvørvisvirðisløn Norðurlandaráðsins fer í ár til onkran, ið er komin við serligum átøkum fyri burðardyggari matvøru

Jens-Kjeld Jensen fekk umhvørvisvirðislønina í fjør (Savnsmynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

Burðardyggar matvøruskipanir er evnið, tá Norðurlandaráðið fer at handa sína umhvørvisvirðisløn seinni í ár.

Norðurlandaráðið boðar nú frá, at virðislønin á 300.000 krónur, sum føroyski Jens-Kjeld Jensen vann í fjør, fer til persón, fyritøku ella felagsskap, ið hevur gjørt okkurt serligt fyri menningini av burðardyggum matvøruskipanum.

Umhvørvirðisløn Norðurlandaráðsins hevur verið lagin síðan 1995, og evnið skiftir hvørt ár.

Fleiri av heimsmálum ST’s knýta seg til matvøruskipanir, og brúk er fyri umlaging av framleiðslu og brúki av mati, so at hetta kann gerast á burðardyggan hátt.

- Umhvørvisvirðislønin hevur hvørt ár sett sjóneykað á altuellar avbjóðingar, og hóast vit fyrr hava havt vinnarar innan matvøruøkið, eru vit spent eftir at fáa innlit í framsøkin átøk í Norðurlondum, sum kunnu vera við í týdningarmenningini av burðardyggum matvøruætlanum, sigur Lars Hindkjær, sum er formaður fyri dómsnevndini fyri umhvørvisvirðislønina.

Øll kunnu koma við uppskotum til hvør skal fáa virðislønina. Freistin at koma við uppskotum er 12. mai.

Vinnarin verður kunngjørdur í sambandi við ársfundin hjá Norðurlandaráðnum í Keypmannahavn 2. november.

Føroyar hava tvær ferðir fingið hesa virðisløn hesi seinastu árini. Í 2013 fekk Sev virðislønina fyri fyri síni átøk at gera elveitingina í Føroyum grøna, og í fjør fekk Jens-Kjeld Jensen umhvørvisvirðislønina fyri at kanna og miðla lívmargfeldi í Føroyum. 

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 09. februar 2021

26 Leygardagur 13. februar 2021

Tveir 25 ára starvsdagar hjá IRF

Í januar vóru 25 ár síðani Óli Ólason Olsen og Páll Lervig byrjaðu í starvi hjá IRF

 
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Í januar mánaði vóru 25 ár liðin, síðan Óli Ólason Olsen og Páll Lervig komu í starv hjá IRF.

Tí varð skipað fyri móttøku í Leirvík og í Vági, har Óli og Páll arbeiða. Stjórin, Poul Andrias Joensen, ynskti teimum tillukku, handaði blómur og gávubrøv og ynskti framhaldandi gott samstarv.

Óli Ólason Olsen arbeiðir við hagreiðing av serliga dálkandi burturkasti á Hagaleiti í Leirvík, og Páll Lervig arbeiðir í innsavningini í Suðuroy.

Umleið 100 fólk arbeiða hjá IRF, og millum teirra eru mong, sum hava verið hjá felagnum í nógv ár.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 10. februar 2021

27 Leygardagur 13. februar 2021

Endin á kuldanum hómast

Lýðka kann væntast um vikuskiftið og í komandi viku

(Mynd: Pól Sundskarð)
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

Okkurt bendir á at drúgva kuldaveðrið við kava møguliga er við at fáa ein enda.

Sambært fimm daga forsøgnini hjá DMI, fer hitamátarin at sníkja seg so mikið upp um vikuskifti, at møguleiki skuldi verið, at kavin bræðir.

DMI sigur, at hitin verður fimm stig í dag, upp í átta sunnudagin og níggju stig mánadagin

Yr.no bendir á sama bógv. Boðað verður frá vaksandi vindi um vikuskiftið av landssynningi, sum mánadagin verður sunnan í ættini.

 

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 11. februar 2021

28 Leygardagur 13. februar 2021

Kanning: Havnarfólk drekka stórt sæð ikki fløskuvatn

Tað er ein vánalig forrætning at selja vatn til havnarfólk. Bert tvey prosent av havnarfólki keypa regluliga vatn í fløsku. Hini 98 prosentini drekka vanliga bara kranavatn, vísir ein kanning hjá spyr.fo

 
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Hetta er ikki av tilvild. Orsøkin er, at nærum 100 prosent av drekkivatninum í dag er sóttreinsað, og vatnið er so reint, at mong meta, at tað er nógv tryggari at drekka kranavatn enn fløskuvatn.

Og í løtuni renna 245 tons av lekrum reinum vatni um tíman úr Villingardali oman í Havnina.

[object Object]
Byrgingin í Havnardali

Søgan um vatnverkið
Kommunala vatnveitingin í Havn er frá 1898. Drekkivatnið kom upprunaliga bara úr Havnará, Stóri Dammur lá á leið har, sum Rasmus Effersøe í dag stendur og hyggur út yvir Vaglið. Klæðini vórðu eisini vaskað í ánni, vanligt var at vaska útfyri har, sum Hafnia er í dag.

Bassengið Undir Gráasteini - har sum ellisakførini halda til í dag - varð bygt undir seinna kríggi, og tað varð brúkt, líka til vatnverkið í Villingardali varð tikið í nýtslu í 1988. Áðrenn vatnveitingin í Villingardali varð bygd, kom tað nógva vatnið úr Havnardali.

Fyrsta vatnreinsiverkið kom í Havnardali í 1966. Tað varð eitt øgiligt trýst lagt á kommununa um at reinsa vatnið, tí ikki bara var ov lítið av vatni, men tað var eisini rættuliga skitið til tíðir.

Hesa tíðina royndi ein stórur russiskur sildarfloti við Føroyar, og sagt varð, at hvørja ferð skipini tóku vatn á Havnini, so misti allur ovari parturin av býnum vatnið. Hetta førdi so m.a. til, at nakrar mammur troppaðu upp á býráðsskrivstovuni í Arnes Minde og løgdu eitt knýti av óvaskaðum blæum á borðið hjá Sigfried Skaale, sum tá var borgarstjóri. Tá kom glið á vatnútbyggingina.

Krøv um reint vatn
Í dag eru fólk nógv meira tilvitað um dygdina á vatninum. Vatnið skal vera klárt og reint, bæði kemiskt og bakteriologiskt. Í Villingadali er ein byrging, sum tekur á leið 650.000 tons av vatni. Vatnið rennir inn á verkið og fer fyrst ígjøgnum sandfiltur, síðan verður tað strálað við UV-ljósi, sum drepir bakteriur.

Síðan verður kálk sett til fyri at hækka ph-virðið, tí regnvatnið ger vatnið nakað súrt, eins og basiska vatnið við ph-virði á 7,8 er betur, bæði fyri heilsu og rørleiðing. So er klárt hjá havnarborgarum at drekka.

Bakteriufrítt kranavatn
Heilsufrøðiliga Starvsstovan setir ymisk krøv til vatnið. Talan er um nakrar sokallaðar normar, sum skulu haldast, og í hesum sambandi verða royndir tiknar á fleiri ymsum støðum í kommununi hvønn einasta mánað. Úrslitini eru vanliga í lagi.

Tá vatnverkið onkuntíð mælir fólki til at kóka vatnið, so er tað tí at ivamál eru, ella at Starvsstovan hevur staðfest bakteriur. Tað kann eisini vera, at SEV hevur trupulleikar og at UV-lampan tí er slóknað, so at vatnið er runnið óreinsað ígjøgnum.

Hvaðan bakteriurnar koma er ikki altíð gott at vita. Vatn rennir í byrgingina frá einum øgiliga stórum hagalendi, haðan nógvar ymsar bakteriur kunnu koma. Men tað stutta av tí langa er, at nærum 100% av borgarunum í kommununi nú fáa sóttreinsað vatn.

Reint Aqua Communalis
Okkara kranavatn – aqua communalis - er bakteriufrítt. Og nógv meina, at tað er betur at drekka kranavatn enn at keypa vatn í fløsku. Vit hava ein annan hugburð til vatn enn okkara grannar. Í Føroyum kostar vatn onki og vit hava vanliga ríkiligt av tí.

Tí frossa vit, meðan onnur skrúva fyri, meðan tey busta tenn, hava stóra- og lítlaskol á vesikummuni og brúka sparibrúsur. Men tað er ikki heilt rætt, at okkara vatn onki kostar - vatnverkið kostar, kanningarnar kosta, fráboðanir og lýsingar kosta - og frossarí er helst altíð av tí ónda.

Nú tosa fólk aðrastaðni um vatnmangul orsakað av liggjandi frosti. Í Havn minnast fólk ilt aftur á ár 2000, sum var turrasta ár í 110 ár - tá stóð veruliga á hjá vatnverkinum at veita vatn til allar borgarar. Men tað er ikki vanligt.

At enda kann nevnast, at eitt, sum økir um nýtsluna av kommunalum vatni og minkar um keypið av fløskuvatni er, at skúlar og aðrir stovnar nú hava sonevndar vatnmaskinur, har næmingar og onnur kunnu fáa sær.

Tíðindaskriv frá Tórshavnar kommunu

 

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 11. februar 2021

29
Leygardagur 13. februar 2021

Grønanes komin á Vestmanna

SJH Commercial Divers hava keypt tvíkilju úr Noreg, sum skal brúkast til ymiskt arbeiði

 
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

SJH Commercial Divers í Vestmanna hava keypt eina eina tvíkilju frá 2003 úr Noregi. Báturin hevur fingið navnið Grønanes, og kom á Vestmanna seinnapartin í hósdagin.

Felagið skal brúka bátin til vanligt kavaraareiði hjá felagnum sjálvum, men eisini til uppgávur hjá SEV og Strandferðsluni.

Grønanes er 18 metrar til longdar og 10,71 metrar breiður. Dýpdin er 3,5 metrar. Báturin hevur fýra motarar, og tveir av teimum eru av slagnum Volvo umframt tveir John Deere motorar.

Á dekkinum eru tveir kranar, har annar kann lyfta 40 tons úti á trimum metrum út frá skipinum.

 

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 12. februar 2021

30 Leygardagur 13. februar 2021

SAS tekur føroyaflúgvingina upp aftur í apríl

Fer at flúgva hvønn dag í viku frá 12. apríl – treytað av, at koronaavmarkingarnar verða slakaðar

(Savnsmynd: Jens Kr. Vang)
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

Á páskum tekur stóra skandinaviska flogfelagið, SAS, uppaftur flúgvingina millum Keypmannahavn og Vágar.

Flogfelagið kunngjørdi í vikuni sína rúgvismiklu ferðaætlan fyri 2021 – treytað av, at koronaavmarkingarnar verða slakaðar.

Og her framgongur tað, at fyrsti túrur hjá SAS til Føroya verður skírisdag 1. apríl. Tær báðar fyrstu vikurnar av apríl verða gjørdir ávikavist tveir og tríggir túrar, men frá mánadegnum 12. apríl verður flogið hvønn dag í viku.

Flogið verður allar sjey dagarnar í vikuni fram til november, tá givist verður at flúgva leygardagar. 

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 09. februar 2021

31 Leygardagur 13. februar 2021

Danski sjónleikarin Ulrich Thomsen hevur høvuðsleiklutin í TROM

Olaf Johannesen hevur eisini ein av høvuðsleiklutunum – føroyska krimirøðin verður tøk á Viaplay í 2022

Ulrich Thomsen
SkrivaÐ:

Alda Nielsdóttir

Tað verður danski sjónleikarin, Ulrich Thomsen, sum verður at síggja í høvuðsleiklutinum í føroysku krimirøðini TROM um rannsakandi miðlamannin Hannis Martinsson.

Røðin, sum Torfinnur Jákupsson hevur skrivað við støði í krimibókum hjá Jógvani Isaksen, verður eftir ætlan at síggja komandi ár.

Upptøkurnar skulu eftir ætlan byrja í Føroyum 15. mars, og høvuðsleikarin gleðir seg at koma í gongd.

– Persónliga verður hetta ein stór uppliving, av tí at eg ongantíð havi verið í Føroyum áður, sigur Ulrich Thomsen sambært Ritzau.

– Tað verður ein spennandi røð, sum er sera viðkomandi politiskt í einum landi, sum er heldur óroynt á sjónvarpsmarknaðinum. Eg gleði meg at koma í gongd, sigur hann.

Millum hini nøvnini á leikaralistanum eru eisini Olaf Johannesen, og danska sjónleikarinnan Maria Rich. Maria Rich skal spæla leiklutin sum kanningarleiðarin, Karla Mohr. Ikki verður upplýst, hvør leikluturin hjá Olaf Johannesen verður, men talan er eisini um ein av høvuðsleiklutunum.

TROM verður í seks pørtum, sum verða at síggja á Viaplay fyrst í 2022.

[object Object]
Olaf Johannesen

 

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 08. februar 2021

32 Leygardagur 13. februar 2021

KFUM-skótarnir í Havn 80 ár

Stovningarhaldið verður at bíða til koronaumstøðurnar eru broyttar

 
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

Týsdagin 9. februar gjørdust KFUM-skótarnir í Havn 80 ár. Nakrir havnardreingir høvdu verið suðuri í Vági í august í 1940 á skótalegu. Thulesen prestur hevði stovnað KFUM-skótar í bygdini.

Veturin 1940/41 vóru fyrireikingar gjørdar at stovna skótalið í Havn. Teir, sum hjálptu væl til við fyrireikingunum, vóru Albert Hansen, sum hevði verið FDF-ari og Mortan Mørk, sum hevði verið gulur skóti í Havn. Gulu skótarnir vóru stovnaðir á kyndilsmessu nøkur ár frammanundan, 2. februar í 1926.

Í 1939 stovnaði Palli Thomsen í Gøtu fyrsta KFUM-skótaarbeiðið í Føroyum.

9. februar 1941 vóru KFUM-skótarnir stovnaðir. Stovnararnir vóru: Niels Holm-Petersen, Karl Olsen, Mortan Mørk, Eivind Dahl og Albert Hansen. Heystið 1942 komu Jóhan Jensen, Poul Sørensen og Axel Tórgarð aftrat.

Fyrstu tíðina vóru skótarnir í Losjuni, har KFUM helt til. Har vóru tveir salir og ein køkur, har patruljurnar kundu hava fund. At byrja við vóru seks patruljur – í hvørjari patrulju 6-8 dreingir, og fundur var eina ferð um vikuna.

Búnarnir vóru seymaðir úr grønlitaðum posalørifti. Summir nýttu eisini uniformsskjúrtur, sum teir litaðu. Turrikløðini vóru seymað úr reyðum satin. Ein kona sum kallaðist Bina í Dávastovu broderaði merkini, bæði staðarnøvn, royndir og liljur. Ársstjørnurnar vórðu stoyptar úr tini. Onkur hevði frætt, at knappar við lilju á vóru at fáa í einum handli, og skjótt var øll goymslan keypt! Stuttbuksur og reyðhúgva hoyrdi eisini til búnan.

Tá ið ein tíð var farin, fóru menn at hugsa um at stovna Seeonee-Flokkin, Úlvaflokkurin varð stovnaður 26. november1944. Tað vóru teir báðir Axel Tórgarð og Djóni í Geil, sum stovnaðu Úlvaflokkin.

Síðani 1952 hava KFUM-skótarnir hildu til í KFUM-bygninginum Oman Pisuvarða. Í 1982 varð KFUM útbygt, og tá fingu skótarnir sera góðar umstøður at virka undir.

Í 2019 var skótaarbeiðið á Argjum lagt saman við skótaarbeiðinum í Havn.

Hesi seinastu árini hava skótarnir eisini bygt ein skótadepil Millum Tjarna í Havnardali og eina smáttu í Kirkjubøhaganum.

Í dag telja KFUM-skótarnir tríggir úlvaflokkar, tvey skótalið, eitt ungdómsskótalið, 23 leiðarar, 45 ravnar og umleið 150 limir. Bólkaleiðari er Bogi F. Sigurstein.

Vegna corona verður einki stovningarhald nú. Hetta verður seinni í ár. Kunnað verður um tað seinni. Tá er eisini ætlanin at taka skótadeplin Millum Tjarna í brúk.

Keldur: Skótablaðið Liljan 1979 

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 09. februar 2021

33 Leygardagur 13. februar 2021

Klassikarin “The Shining” í Filmsfelagnum

Filmurin, sum eisini verður kallaður heimsins besti ræðufilmur, verður vístur í longu versjónini í Filmsfelagnum mikudagin

 
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Nú kavin liggur og latið verður upp eftir koronastongsilin, fer Filmsfelagið at vísa meistaraverkið hjá Stanley Kubrick, ”The Shining”, sum byggir á skaldsøguna hjá Stephen King. 

Sámal Soll fer at innleiða sýningina. 

Rithøvundurin Jack Torrance, konan og fimm ára gamli sonurin flyta inn á luksushotellið Overlook uppi í Coloradofjøllunum. Tað er vetur og kavin liggur tjúkkur. Jack, ið skal vera húsavørður á hotellinum, hevur sett sær fyri at skriva í kvirruni. 

Men skjótt koma tey eftir, at ræðuligir loynidómar eru fjaldir á hotellinum. 

Jack verður óútrokniligur, og konan og sonurin mugu sanna, hvussu avbyrgd tey eru burturi frá øllum uppi í fjøllunum.

Hetta er langa versiónin av klassikaranum hjá Stanley Kubrick. - Eitt tíðarleyst meistaraverk, segði ummælarin hjá Politiken, Joakim Grundahl, tá henda drúgva versiónin av filminum kom fram. 

Í leiklutunum sum húskið síggja vit Jack Nicholson, Shelley Duvall og Danny Loyd. Harumframt eru Scatman Crothers, sum er Jack Halloran, ið hevur “the Shining ability”, sum the Stephen King Wiki sigur, og Joe Turkel, ið er barrvørurin. 

Filmurin, sum á donskum hevur tað eitt sindur meira ræðandi heitið “Ondskabens hotel”, er almenn og hevur 15 ára aldursmark. 

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 09. februar 2021

34 Leygardagur 13. februar 2021

Kim Kielsen heldur fram við minnilutastjórn

Ongi nýggj landsstýrisfólk sett eftir at Demokraterne hava tikið seg úr grønlendsk alandsstýrinum

Kim Kielsen (Savnsmynd)
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

Siumut og Nunatta Qitor halda fram sum minnilutastjórn eftir at flokkurin Demokraterne hava tikið seg úr landsstýrissamstarvinum í Grønlandi.

Tað upplýstu Kim Kielsen og Vittus Qujaukitsoq á tíðindafundi mánadagin. Hann segði eisini, at ongar ætlanir eru um at skriva út nýval, nú landsstýrið, Naalakkersuisut, hevur mist meirilutan í landstinginum.

Demokratarnir boðaðu fyrr mánadagin frá, at flokkurin ikki kann halda fram við samstarvinum við Siumut orsaka av spjaðingini, sum er í flokkinum eftir at Kim Kielsen hevur mist formansskapin til Erik Jensen, men framvegis er landsstýrisformaður.

Sum skilst, eru Demokratarnir ikki samdir við nýggju linjuna hjá Siumut eftir at Erik Jensen er blivin formaður.

Á tíðinadfundinum í Nuuk í dag boðaðu Kim Kielsen og Vittus Qujaukitsoq frá, at flokkarnir halda fram, tí tað ikki tykist vera meiriluti fyri at skipa eina aðra samgongu.

Demokratarnir boðaðu mánadagin frá, at flokkurin ikki er stuðulsflokkur hjá landsstýrinum, og ætlar at føra samráðingar um hvørt málið sær.

Við tað at Demokratarnir hava seks limir í landstinginum, so hevur sitandi landsstýri, Naalakkersuisut, bert 10 tingsessir aftan fyri seg, meðan andstøðan – tað eru IA, Parti Naleraq, Atassut og Suleqatigiissitsisut 15 tinglimir.

Ongar ætlanir eru um at seta nýggj landsstýrisfólk.

Málsøkið vinnulív og ráðevni verður yvirtikið av Vittus Qujaukitsoq , Marta Abelsen tekur yvir heilsumál og Kim Kielsen sjálvur tekur uttanríkis- og orkuøkið.

Hini landsstýrisfólkini halda fram óbroytt.

 

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 08. februar 2021

35 Leygardagur 13. februar 2021

Skotland: Undirtøkan fyri loysing minkar

Ein kanning vísir tó, at 47 prosent av skotum framvegis ynskja fullveldi, meðan 42 prosent eru ímóti, og 10 prosent eru ivasom

Nicola Sturgeon, fyrstiráðharri í Skotlandi, hevur sagt, at hon ætlar at skipa fyri fólkaatkvøðu, um flokkur hennara, skotski tjóðskaparflokkurin, fær eitt gott val í mai (Savnsmynd)
SkrivaÐ:

Alda Nielsdóttir

Í Skotlandi er undirtøkan fyri loysing minkað við fýra prosentum, men ein meiriluti tekur framvegis undir við fullveldi, vísir ein kanning, sum varð almannkunngjørd í dag.

Sambært meiningakanningini, sum Savanta ComRes hevur gjørt fyri The Scotsman, tóku 47 prosent av teimum spurdu undir við loysing frá restina av Stórabretlandi, meðan 42 prosent søgdu seg vera ímóti (fýra prosent fleiri enn áður). 10 prosent siga seg ikki hava tikið støðu til málið, skrivar Reuters.

Tá skotar atkvøddu um fullveldi í 2014 vóru 45 prosent fyri, meðan 55 prosent vóru ímóti, men orsakað av Brexit og handfaringini hjá bretsku stjórnini av koronakreppuni, er undirtøkan fyri skotskum fullveldi vaksin.

Limir í skotska tjóðskaparflokkin, SNP, siga seg nú vilja hava enn eina fólkaatkvøðu um fullveldi, men bretski forsætisráðharrin, Boris Johnson sigur seg vera ímóti at skipa fyri nýggjari fólkaatkvøðu, tá so stutt tíð er liðin, síðan seinast.

 

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 11. februar 2021

36 Leygardagur 13. februar 2021

Politikararnir sluppu til rýmingar í seinastu løtu

Nýggjar myndir kunngjørdar frá álopinum á Kongressina 6. januar

(Savnsmynd: EPA)
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

Filmsupptøkur sum higartil ikki eru vístar alment, vórðu lagdar fram í vikuni undir ríkisrættarmálinum móti fyrrverandi amerikanska forsetanum, Donald Trump.

Upptøkurnar eru fyri ein stóran part eru frá vakmyndatólunum í Kongressini, og tær vísa hvuss nær við, at uppøsta mannamúgvan var við at koma fram til politikararnar inni í Kongressini, tá tey trongdu seg inn 6. januar.

- Hetta gevur tár í hjartanum og í eygunum. Tað er kensluborið og svárt at síggja hetta, segði republikanski senatorurin, Mitt Romney, beint eftir at hann hevði sæð myndirnar av, hvussu trygdarvørar beindu hann á rætta kós eftir at hann hevði havt kós beint móti uppøstu mannamúgvuni.

Romney er ein av fleiri republikanskum senatorum, sum hava sagt, at hann er til reiðar at døma Trump í hesum politiska máli.

Upptøkurnar vísa eisini, hvussu Mike Pence, fyrrverandi varaforseti, varð førdur trygt gjøgnum bygningin og út gjøgnum einar trappur. Hetta hendi eftir at Pence saman við familjuni hevði fjalt seg í einum høli nærhendis Senatið.

- Donald Trump gjørdi Mike Pence varaforseta til eitt mál. Hann leyp á varaforsetan á sínum veljarafundum, í sínum røðum og á Twitter, segði Joaquin Castro, ein av demokratisku ákærunum.

Demokratarnir og verjarnir hjá Donald Trump hava 16 tímar til at leggja fram teirra grundgevingar hesar komandi dagarnar. Lítið bendir tó á, at meirilutin av republikansku senatorunum eru til reiðar at døma fyrrverandi floksfelagan, skrivar dr.dk.

Trump er ákærdur fyri at hava skundað undir uppreistuturin, sum vreiðir Trump-stuðlar, ið savnaðust í Washington, stóðu á odda fyri. Tey vóru komin til høvuðsstaðin  fyri at stuðla uppáhaldinum hjá forsetanum um at hann vann valið móti Joe Biden í november.

Verjarnir hjá Trump hinvegin vísa á, at fyrrverandi forsetin bert brúkti sín talurætt og helt eina politiska røðu, men at hann ikki kann ábyrgdast fyri tað, sum mótmælisfólkini framdu. 

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 11. februar 2021

37 Leygardagur 13. februar 2021

Oljuprísur meira enn trýfaldaður seinasta árið

Oljuprísurin er seinastu vikuna hækkaður við 11 prosentum og rakk týsnáttina 61 dollarar fyri tunnuna

 
SkrivaÐ:

Jan Müller

So kom dagurin, tá oljuprísurin aftur náddi gomlum hæddum, nevniliga 60 dollara markinum. Mánamorgun hækkaði dollarin til oman fyri 60 dollarar fyri tunnuna, og týsdagin var oljuprísurin 60,78 dollarar. Eitt skifti var prísurin oman fyri 61 dollarar. Bara í februar er prísurin hækkaður við nærum 11 prosentum, skriva altjóða orkumiðlar.

Seinastu tríggjar mánaðirnar er prísurin hækkaður við 50 prosentum. Hetta er fyrstu ferð síðani januar í fjør, at prísurin er farin upp um 60 dollarar.

Hyggja vit eftir prísgongdini síðani koronasóttin tók dik á seg í mars/apríl í fjør, so var oljuprísurin 60 dollarar í januar 2020. Í apríl kavaði hann niður á umleið 20 dollarar fyri síðani at kvinka spakuliga uppaftur á 40 dollarar seinasta summar. Og nú fyri so at liggja um 60 dollarar. 
 
Høvuðsorsøkirnar til hækkingina er avgerðin hjá Opec at varðveita verandi avmarkingar í framleiðsluni umframt vónirnar til ein stóran hjálparpakka í USA. Hetta  vil norska greinarafyritøkan Rystad Energy vera við. 
 
Tað er áhugavert at leggja til merkis, at oljuprísurin hækkar í eini tíð, har koronasóttin framhaldandi ger um seg kring heimin, og harvið er flutningur so sum flogferðsla framvegis nógv darvað. 
 
Sambært Bloomberg er avmarkingin í framleiðsluni í løtuni uppá 7 milliónir tunnur men væntandi fara londini í Opec og Russland um tveir mánaðir at umrøða avmarkingina aftur og møguliga minka um avmarkingarnar.
 
Roknað verður eisini við, at eftirspurningurin fer at hækka aftur sohvørt vaksinantiónirnar móti korona fara at virka. Eftirspurningurin úr Kina er so smátt farin at vaksa aftur skrivar Reuters. 

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 09. februar 2021

38 Leygardagur 13. februar 2021

Vænta eftirspurningur eftir olju fer at vaksa í ár

Hann fer at vera 96,4 milliónir tunnur um dagin í 2021

 
SkrivaÐ:

Jan Müller

Altjóða orkustovnurin IEA væntar, at eftirspurningurin eftir olju í heiminum fer at vaksa við 5,4 milliónum tunnum um dagin í 2021 og fer harvið at røkka 96,4 milliónum tunnum um dagin skrivar E24.

Hetta merkir, at eftirspurningurin fer at heinta innaftur 60 prosent av mongdunum, sum vórðu mistar í sambandi við koronasóttina, stendur at lesa í mánaðarligu frágreiðingini frá IEA fyri februar. Kortini verður roknað við minkandi eftirspurningi í byrjanini av árinum, við umleið eini mió. tunnum um dagin í fyrsta ársfjórðingi.

Í januar vuksu oljugoymslurnar í heiminum við 590.000 tunnum um dagin til íalt 93,6 milliónir tunnur, sambært IEA. 

 

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 11. februar 2021

39 Leygardagur 13. februar 2021

Bjóða sær at gera fyrstu orkuoynna í heiminum

Hon er donsk og fer at kosta 210 milliardir krónur. Hon skal standa klár at taka í brúk um góð 10 ár

Fyrsta orkuoyggin í heiminum fer at vera eins stór og 18 fótbóltsvallir og framleiða 3 GW frá havvindmyllum
SkrivaÐ:

Jan Müller

Danska stjórnin saman við einum stórum meiriluta í danska Fólkatinginum hevur gjørt endaliga avtalu kring karmarnar at byggja eina orkuoyggj í Norðsjónum, 80 kilometrar úr landi.  

Hon verður tann fyrsta av sínum slag í heiminum og skal savna og senda víðari streym frá vindmylnulundum til havs, sum tá skulu lata streym til 3 milliónirt húsarhald í Danmark og síðani lata streym til onnur lond í grannalagnum eisini.

Hon verður uppá 3 GW men endaliga orkuframleiðslan, tá øll orkuoyggjaverkætlanin er liðug,  fer at røkka 10 GW. Nú verður so arbeitt við at gera útbjóðingartilfarið klárt. Orkuoyggin verður størsta byggiverkætlan nakrantíð í donsku søguni. 

Eitt danskt samtak er longu  tilreiðar at bjóða uppá arbeiðið at gera nógv umrøddu orkuoynna.  Í samtakinum eru m.a. pensiónsgrunnarnir PensionDanmark og PFA, orkufelagið Andel umframt havvindmennarin Copenhagen Infrastructure Partners (CIP). 
 
[object Object]
Umleið 200 vindmyllur fara at framleiða streym til nýggju orkuoynna í umleið 2033
 
-Vit vilja fegin vera við til at flyta grøna skiftið, sum vit meta henda verkætlanin er týðandi partur av, sigur nevndarformaðurin í Andel, Jens Stenbæk. Samtakið hevur longu eina verkætlan klára, sum hevur fingið heitið VindØ.
 
Mett verður at ein slík orkuoyggj saman við vindmylnulundum fer at kosta 210 milliardir krónur. Danski staturin kemur at vera høvuðseigarin av orkuoynni, sum eisini fer at hava privatar íleggjarar. Sum skilst tekur tað væl longri tíð at fáa framt umrøddu verkætlan enn hingartil mett. Hon verður neyvan klár at taka í nýtslu fyrr enn í 2033, trý ár seinni enn danir hava sett sær sum mál at minka um CO2 útlátið við 70 prosentum. 
 
Umframt mannagjørdu orkuoynna í Norðsjónum fevna ætlaninar eisini um at brúka Bornholm sum orkuoyggj, sum fær streym frá havmyndmyllum, ið tilsamans skulu framleiða 2 GW.
Í dag framleiðir Danmark 1,7GW av streymi frá havvindmyllum. ES hevur sum mál at menna vindorkuna til 300 GW innan 2050. 
 
Danmark ætlar við umrøddu verkætlanum at ganga á odda innan grøna orku í heiminum og sum frálíðir framleiða streym til alt Evropa umframt at ganga undan, tá talan er um at framleiða útbúnað til grøna skiftið.
 
Hóast hetta grøna málið, so  hevur stjórnin eisini  valt at halda fram við olju- og gassframleiðslu í 30 ár aftrat fram til 2050. Tó verður nýggj leiting avmarkað til øki nærhendis verandi framleiðslu.  
 
Danska samfelagið hevur m.a. bygt sína vælferð og menning seinastu 50 árini á nettupp framleiðslu av olju og gassi. 
 
[object Object]
Nýggja mannagjørdar orkuoyggin fer at liggja onkunstaðni í Norðsjónum 80 kilometrar út fyri Jútland. Bornholm fer so eisini at verða ment til eina orkuoyggj. 

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 07. februar 2021

40 Leygardagur 13. februar 2021

Fyrsta rakettin úr Hetlandi verður skotin út næsta ár

Lockheed Martin gjørt avtalu við verksmiðju, ið skal veita sjálvar rakettirnar

 
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

Stóra amerikanska flogverksmiðjan Lockheed Martin hevur nú valt rakettina, sum skal brúkast tá fyrsta rakettin hjá teimum verður skotin út av støðini hjá Shetland Space Senter á oynni Unst norðast í Hetlandi.

Farið kallast RS1 og skal veitast frá ABL Space Systems í El Segundo í Kalifornia. Gongur alt eftir ætlan, verður fyrsta rakettin send út komandi ár, skrivar BBC.

Loockheed ger hesa rúmdarverkætlanina, tí stórur eftirspurningur er eftir at fáa sent fylgisveinar – onkrir ikki størri enn ein skógvaeskja – í ringrás um jørðina.

Lockheed fekk í 2018 23,4 milliónir pund frá bretsku stjórnini til at menna eina rúmdarverkætlan, sum ætlandi skuldi vera á A’Mhoine hálvoynni í Sutherland, norðast í Skotlandi, men áhugin er nú fluttur til Hetlands ístaðin.

Nú er so felagið ABL Space Systems komið við í ætlanina.

Enn er RS1 rakettin hjá teimum ikki roynd, heldur ikki í USA, men tað hendir væntandi senni í vár.

27 metra høga rakettin er í tveimum, brennir petroleium (kerosin) og flótandi súrevni. Mett verður, at rakettin kann bera eitt tons upp í 500 kilometra hædd.

Tað verður mett at norðasta oyggin í Hetlandi er eitt gott stað at brúka til útsending, tí um útskjótingin miseydnast, so endar rakettin á sjónum, skrivar BBC.

Føroya Tele samstarvar við Shetland Space Center um at gera eina støð í Føroyum, ið tekur niður dátur frá rakettunum í sambandi við útskjótingarnar.

 

 

 

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 08. februar 2021

41 Leygardagur 13. februar 2021

Fjórðingsmillión í føðingardagsgávu

Andreas Berg úr Porkeri vann konuni Elsu, sum hevði føðingardag, 250.000 krónur í Gekkinum

 
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Tað var stór frøi heima hjá Andreasi og Elsu Berg í Porkeri fríggjakvøldið. Andreas var fjarritari fyri Elsu, sum hevði føðingardag, og slapp ígjøgnum við fullari plátu.

Eitt er at fáa fulla plátu, eitt annað er at koma ígjøgnum, og eitt heilt triðja er at lenda á gula leypinum og vinna 250.000 krónur. So heppin vóru Andreas og Elsa í kvøld.

- Jaaaa, ljóðaði í telefonini tá Andreas lendi á gula leypinum, og vann fjórðingsmilliónina.

- Tað er fantastiskt. Konan hevur føðingardag í dag, so hetta kom væl við, segði Andreas Berg og takkaði fyri.

Gekkurin minkar í stórum. Hetta var triði fríggjadagur á rað, at hepnir vinnarar eru farnir avstað við størri upphæddum, og næsta fríggjadag verða 500.000 krónur upp á spæl.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 12. februar 2021

42 Leygardagur 13. februar 2021

Pornokongurin Larry Flynt deyður 78 ár

Roynt varð at drepa hann í 1978, og síðan hevði hann trupulleikar við heilsuni

Woody Harrelson og Larry Flynt (Mynd: EPA)
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

Amerikanarin Larry Flynt er deyður, 78 ára gamal. Tað váttar beiggin fyri blaðnum Washington Post.

Flynt gav út blaðið Hustler, eitt blað við pornografiskum tilfari, og átti eisini sjónvarpsstøðina Hustler TV. Larry Flynt náddi at vinna sær virði fyri yvir 150 milliónir dollarar, og hann var ofta skýrdur við heitinum ‘porno-kongurin’.

Onki verður upplýst um, hví Flynt doyði, men hann hevði heilsutrupulleikar av ymsum slag eftir at ein roynd varð gjørd at drepa hann í 1978. Hann var tí lamin frá miðjuni og niðureftir orsaka av einum skaða í rygginum.

Í 1996 gjørdi Milos Foremann ein film um Larry Flynt og stríðið fyri rættinum at geva út tað tilfar hann gjørdi. “The People vs. Larry Flynt” eitur filmurin, har Woody Harrelson spældi leiklutin sum Larry Flynt.

 

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 11. februar 2021

43 Leygardagur 13. februar 2021

Svimjari, rógvari ella fótbóltsspælari í uppskoti til ÍtróttaNavn 2020

Vár Erlingsdóttir Eidesgaard, Sverri Sandberg Nielsen og Jóan Símun Edmundsson eru í uppskoti

Sverri Sandberg Nielsen varð valdur ársins ÍtróttaNavn fyri einum ári síðani (Savndmynd: Ólavur Frederiksen)
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Royndi svimjarin Vár Erlingsdóttir Eidesgaard, Sverri Sandberg Nielsen, evropameistari í rógving, og fótbóltsleikarin Jóan Símun Edmundsson, sum spælir við týska Arminia Bielefeld, eru í uppskoti at fáa heiðurin ÍtróttaNAVNIÐ 2020.

ÍtróttaNAVNIÐ er ein av teimum seks heiðurslønunum, sum verða latnar á Ítrótta-FAGNAÐINUM í Mentanarhúsinum í Fuglafirði í kvøld. Heiðurin ÍtróttaNAVNIÐ verður latin einum íðkara, ið skarar framúr.

[object Object](Savnsmynd: Sverri Egholm)

Vár Erlingsdóttir Eidesgaard vísir ein framúr góðan hugburð til venjing og kapping. Vár er norðurlendskur meistari í 800 frí og hevur eisini vunnið onnur norðurlendsk heiðursmerkir. Vár vann allar sínar finalur í FM í november – tilsamans 13 gullheiðursmerkir á stuttgeil. Vár eigur harumframt 10 føroyskt met.

[object Object](Savnsmynd: Bjarni Enghamar)

Sverri Sandberg Nielsen tryggjaði sær við gullinum evropameistaraheitið í single sculler í EM í Poznan í Póllandi í 2020. Árið fyri vann hann silvur í heimsmeistarakappingini í Eysturríki. Føroyski evropameistarin hevur víst, at við áræði og miðvísari venjing ber til at røkka nærum óhugsandi málum.

[object Object](Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

Jóan Símun Edmundsson hevði eitt gott kappingarár í 2019, hóast hann stríddist við skaðar. Hann var ein av lyklaleikarunum hjá Arminia Bielefeld, sum vann sær uppflyting til Bundesliguna.

ÍtróttaNAVNIÐ fær umframt heiðurin eisini 5.000 krónur í gávu. ÍtróttaFAGNAÐURIN 2020 verður sendur beinleiðis í sjónvarpinum hjá Kringvarpi Føroya í kvøld, leygarkvøldið 13. februar kl. 19.30. 

Hetta er triðju ferð, at ÍSF heiðrar ársins ÍtróttaNavni. Í fjør fall valið á rógvaran Sverra Sandberg Nielsen, sum eisini er í uppskoti í ár, og árið frammanundan varð súkklarin Torkil Veyhe veldur ársins ítróttanavn.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 10. februar 2021

44 Leygardagur 13. februar 2021

Trý mennandi átøk tilnevnd til ÍtróttaÁTAKIÐ 2020

Fimleikur fyri øll, Skúlafótbóltur og Faroe Islands Handball Cup eru øll í uppskoti til ÍtróttaÁTAKIÐ 2020

Skúlafótbólturin er millum tey átøk, sum eru í uppskoti til heiðurin ÍtróttaÁTAKIÐ 2020 (Savnsmynd)
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Fimleikur fyri øll, Skúlafótbóltur og Faroe Islands Handball Cup eru mennandi og nýhugsandi átøk, sum eru í uppskoti til fáa heiðurin ÍtróttaÁTAKIÐ 2020 á ÍtróttaFAGNAÐINUM í Mentanarhúsinum í Fuglafirði 13. februar.

ÍtróttaÁTAKIÐ 2020 verður latið einum persóni, felagi, sambandi ella øðrum, sum í árinum hevur tikið stig til eitt átak, ið styrkir, mennir og/ella nýhugsar ítróttin í Føroyum á serstakan hátt.

[object Object]

Fimleikur fyri øll er eitt átak, har Føroya Fimleikasamband hevur sett sjóneykuna á møguleikan at gera fimleik heima við hús. Fimleikasambandið hevur í hesum viðfangi framleitt eina røð av filmsbrotum til sosialu miðlarnar, har ymiskar venjingar verða vístar. Hugskotið er áhugavert og øðrvísi, og endamálið er at fáa fólk at røra seg meira í gerandisdegnum.

Skúlafótbólturin er nýhugsandi átak, sum higartil hevur givið fleiri túsund børnum og ungum í fólkaskúlum og miðnámsskúlum møguleikan fyri rørslu og gleði í Marghøllini í Vági. Øll kunnu vera við í Skúlafótbóltinum, ið fer fram um heystið, veturin og várið, og sum endar við einum stórum finaludegi, har allir aldursbólkar heilt frá 1. flokki upp til miðnám spæla í finalunum.

Faroe Islands Handball Cup var átak, sum VB skipaði fyri í tríggjar dagar í august 2020. Umleið 400 børn og ung vóru við í kappingunum í Marghøllin í Vági, sum var karmur um eitt væl skipað tiltak. Faroe Islands Handball Cup kom eisini sera væl við hjá føroyskum hondbólti sum heild, tí korona hevði við sær, at allar hondbóltsstevnur uttanlands vóru avlýstar.

Umframt sjálvan heiðurin fær ÍtróttaÁTAKIÐ 2020 eina peningaupphædd á 15.000 krónur. ÍtróttaFAGNAÐURIN verður sendur beinleiðis í sjónvarpinum hjá KVF í kvøld, leygarkvøldið 13. februar kl. 19.30.

 

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 06. februar 2021

45 Leygardagur 13. februar 2021

H71 á veg í finaluna - Neistin hevur fyrimunin í uppgerðini við KÍF

Tað var steypadrama í Kollafirði og á Skála. KÍF syrgdi móti endanum fyri, at munurin bert er eitt mál áðrenn seinnu hálvfinaluna - H71 fekk økt um munin seinastu løtuna móti StÍF

Tað er framvegis púra opið millum Neistan og KÍF, ið dystast um annað finaluplássið (Mynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

Tær fyrru hálvfinalurnar í Faxe Kondi kappingini hjá monnum vórðu leiktar mikukvøldið.

Í Kollafirði leikaði ógvuliga javnt á tað mesta av vegnum, men tíggju minuttir fyri tíð legði Neistin seg á odda við trimum málum, og tá Herbjørn Lava skoraði í 24. minutti var tað til 20-24.

Tá undir tveir minuttir restaðu í, hevði útiliðið eina trý máls-leiðslu, men so skoraðu kolfirðingar tvær ferðir, og harvið er alt opið undan seinnu hálvfinaluni, sum verður á Høllini á Hálsi sunnudagin.

[object Object]
Neistin fekk ikki forðað KÍF at koma heilt nær við aftur (Mynd: Sverri Egholm)

H71 tryggjaði sær eitt heilt gott útgangsstøði. Hoyvíkingar vardu fyri tað mesta heilt væl, men í tveimum førum í fyrra parti av 1. hálvleiki hevði heimaliðið eina trý-máls leiðslu - millum annað takkað væleydnaðum sjey ímóti seks spæli.

H71 fekk síðani betri tamarhald og vendi tí uppá tíggju minuttir til eina tvey-máls leiðslu til sín fyrimun. StÍF fekk tó svarað aftur áðrenn hálvleik, og í steðginum var javnleikur 13-13. 

[object Object]
Royndi Jóannes Prestá - toppskjúttin hjá StÍF - roynir at verja fyri roynd hjá unga talentinum, Róa Ellefsen á Skipagøtu, ið gjørdi mun fyri H71 fyrsta partin av øðrum hálvleiki (Mynd: Sverri Egholm)

Fyrstu løtuna av 2. hálvleiki vóru tað verjurnar, ið serliga myndaðu dystin. Tað leikaði framvegis javnt á, og beint eftir at H71 kom upp á 2+, fekk útiliðið eina útvísing, ið StÍF gjørdi sær dælt av, og tá komið var framvið helminginum av hálvleiki var aftur javnleikur. Hesa løtuna tóku StÍF-leikararnir ábyrgd, fullsetta høllin kókaði, men so byrjaðu teir í hvítum og reyðum at gera nøkur mistøk og brenna nakrar møguleikar.

[object Object]

[object Object]
Ein sjáldsom hending (Myndir: Sverri Egholm)

Hetta seinna átti serliga Ári Dam æruna av. Hann kom inn í H71-málið og byrjaði við at bjarga brotskasti frá Bjarna Selvindi umframt returbóltinum. Langskot fekk hann eisini fatur á, og tað loysti seg ikki at lobba móti Ára, ið eisini megnaði at bjarga og koppa málinum í somu atgerð.

Hetta var, tá hann kom tvísporandi inn á vøllin, eftir at annars fína sjey ímóti seks spælið hjá H71 miseydnaðist, og við hesi bjargingini tók royndi málverjin uppaftur meira brodd av StÍF, ið nú skal vinna við minst fýra - um teir fáa 27 ella fleiri mál-  ella fimm málum í Hoyvík.

KÍF - Neistin 24-25 (13-14)
Toppskjúttar: Rasmus Søby 7 mál, Hans Eli Sigurbjørnsson 6 mál

Sí eisini: Myndir: KÍF - Neistin

StÍF - H71 22-26 (13-13)
Toppskjúttar: Pætur Thomsen 8 mál, Jóannes A. Prestá 5 mál

Sí eisini:  Myndir: KÍF - Neistin

Seinnu hálvfinalurnar í morgin: 
16.00: Neistin - KÍF
18.00: H71 - StÍF

 

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 10. februar 2021

46 Leygardagur 13. februar 2021

Gilli heldur fram í Noreg

28-ára gamli landsliðsleikarin varð mikudagin avdúkaður sum Odds BK-leikari. Liðið endaði á 7. plássið í bestu norsku deildini í fjør, og hevur gjørt tvey-ára sáttmála við tvøramannin

Odds BK hevur í eina tíð hugt eftir Gilla Rólantssyni, og mett verður at hann hóskar heilt væl inn á liðið (Mynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

Gilli Rólantsson Sørensen skal nú flyta úr Bergen til Skien. Eftir at sáttmálin við Brann Bergen fór úr gildi undan jólum, hevur áhugi verið fyri føroyska landsliðsleikaranum - bæði úr Noreg og úr øðrum londum.

Odds BK, betri kent sum Odd og fyrr Odd Greenland, endaði á 7. plássi í Eliteserien í fjør. Hetta var trý pláss frammanfyri Brann, og Odds BK fekk sjey stig fleiri, enn liðið ið Gilli Rólantsson spældi á. Tvøramaðurin hevur spælt 97 dystir í bestu norsku deildini.

Seinastu tíðina hevur Odds roynt at fingið fatur á Gilla, og nú hava partarnir skrivað undir ein tvey-ára sáttmála. 28-ára gamli landsliðsleikarin varð mikumorgunin avdúkaður sum Odds BK-leikari.

Á tíðindafundinum varð millum sagt, at Gilli Rólantsson hóskaði perfekt til Odds við sínum royndum, atletisku evnum og persónligheit, umframt at hann kann spæla á ymsum plássum. Avdúkað varð, at Odds BK hevði hugt nógv eftir Gilla seinasta árið. 

Gilli segði sjálvur, at hann hevði verið í Føroyum eina tíð og umhugsað seg, men at Odds tyktist sum tað rætta staðið at spæla fótbólt næstu árini. Nú gleðir hann seg bara at koma í gongd, og tað sleppur hann beinanvegin. Av tí at hann kemur úr Føroyum, umframt at hann sjálvur hevur havt koronu, so sleppur Gilli Rólantsson undan sóttarhaldi.

 

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 10. februar 2021

47 Leygardagur 13. februar 2021

Enn ein norðmaður til 07 Vestur

Felagið í Vágum hevur skrivað sáttmála við Martin Heiberg

 
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

07 Vestur hevur heintað enn ein leikara úr Noregi at styrkja um unga liðið. Hesaferð er tað úr Raufoss, haðani miðvallarin Martin Heiberg flytir til Heðin Askham og hansara menn.

Tá hevur ligið leingi í kortunum, at 07 Vestur ynskti at styrkja um hópin við einum áloypara og einum miðvallarleikara. Tann seinni av hesum eru nú fingin upp á pláss, við 24-ára gamla Martin Heiberg, sum flytir úr Raufoss úr OBOS-liguni, næstbestu deildini, í Noregi. Martin hevði tíðandi leiklut í uppflyting teirra í fjør, og fer at vera 07 Vestur góður styrkur hetta komandi kappingarárið, skrivar felagið á heimasíðu síni.

Herfyri skrivaði felagið undir við ein annan norðmann, Erling Mykland, sum skuldi spæla fyrsta dyst í venjingardysti móti KÍ, men hesin er útsettur fyribils. Martin Heiberg verður klárur til dyst í komandi viku eftir sóttarhald.

 

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 09. februar 2021

48 Leygardagur 13. februar 2021

Besta kvinnudeildin kemur upp á átta lið

07 Vestur kemur upp í bestu deildina hjá kvinnum

 
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Feløgini leggja meira fyri á kvinnusíðuni nú enn undanfarnu árini. Hetta kappingarárið kemur talið av liðum upp á átta.

Tað er greitt eftir at 07 Vestur hevur kunngjørt, at kvinnuliðið hjá vágafólkum á fyrsta sinni verður at síggja í Betri deildini.

07 Vestur luttók í 2018 fyrstu ferð við kvinnuliði. Felagið luttók við tveimum fyrstu deildar liðum, og tað eydnaðist so mikið væl, at tær vunnu deildina.

Felagið hevur eina góða blanding av ungum ágrýtnum og eldri royndum leikarum, men ásannar at tað verður neyðugt við styrki aðrastaðni frá.

- Fyrstu tíðina verður møguliga neyðugt at stabilisera Betri-liðið við styrki útifrá, men málið er at felagið við tíðini kann gera seg galdandi í Betri-deildini við lokalum leikarum, sigur Jón Nordendal, formaður í 07 Vestur, við heimasíðuna hjá felagnum.

Trý nýggj lið verða sostatt at síggja í bestu kvinnudeildini í 2021. Víkingur hevur tikið seg burturúr samstarvinum við ÍF og B68, og fer at hava egið lið, meðan felagsliðið AB/B71 eins og 07 Vestur, flytur upp í bestu deildina.

Liðini í Betri deildini fyri kvinnur eru: KÍ, NSÍ, HB, B36, EBS/Skála, Víkingur, AB/B71 og 07 Vestur.

 

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 11. februar 2021

49 Leygardagur 13. februar 2021

07 Vestur sett venjara til Betri liðið hjá kvinnum

Frankie Jensen skal venja kvinnurnar komandi kappingarárið – afturat sær hevur hann Høgna Egilstoft Nielsen sum hjálparvenjara og fysiska venjaran hjá 07 Vestur, Pól Hendrik Andreassen

Mynd: 07 Vestur
SkrivaÐ:

Alda Nielsdóttir

Hósdagin kunngjørdi 07 Vestur, at kvinnuliðið hjá felagnum er komið upp í Betri deildina, og nú er eisini greitt, hvør skal venja kvinnurnar komandi kappingarárið.

Talan er um Frankie Jensen, sum 07 Vestur hevur sett sum venjara. Afturat sær hevur hann Høgna Egilstoft Nielsen sum hjálparvenjara, og fysiska venjaran hjá felagnum, Pól Hendrik Andreassen.

Í 2007 nam Frankie Jensen sær útbúgving sum UEFA-A venjari í Danmark, og hevur hann drúgvar royndir sum venjari. Hann hevur m.a. staðið á odda fyri ÍF Føroyum tá teir vunnu sær sæti í Keypmannahavnarseriuni, og hevur staðið á odda fyri U18 hjá HB, tá teir vunnu greipuna í 2011.

Seinastu árini hevur Frankie Jensen starvast sum høvuðsungdómsvenjari hjá FC Hoyvík.

Saman við Høgna Egilstoft og Pól Hendrikki Andreassen hevur 07 Vestur eitt sterkt toymi at brynja kvinnurnar til Betri-deildina. Harumframt hevur felagið nú ein dugnaligan og ágrýtnan hóp av kvinnum, sum taka uppgávuna í størsta álvara og veruliga ynskja kvinnufótbólt á hægsta støði í Vágum, skrivar 07 Vestur.

– Málið hjá okkum er, at 07 Vestur skal fevna um allar kvinnuligar fótbóltsleikarar, bæði tær sum sikta høgt, men so sanniliga eisini tær sum spæla fyri hugnan og sosialu samveruna, sum er í einum fótbóltsfelagi, sigur Rannvá í Løðu, umboð fyri kvinnufótbóltin.

 

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 12. februar 2021

50 Leygardagur 13. februar 2021

Christian Andreasen heldur fram sum FSF-forseti

Einki mótvalevni verður til aðalfundin, sum verður 20. februar - hinvegin verður stríðsval um starvsnevndarsessirnar

Christian Andreasen (Savnsmynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Limafeløgini í FSF eru samd um at stilla Christian Andreasen upp til aðalfundin, sum verður um tvær vikur. Sostatt verður einki mótvalevni, og Christian Andreasen kann halda fram sum forseti í Fótbóltssambandinum minst eitt skeið afturat.

Christian Andreasen hevur verið FSF-forseti síðani 2010.

Hann sigur við útvarpið, at menningarætlanin sum FSF hevu gjørt fyri næstu fýra árini snýr seg um at skapa betri karmar til føroyska fótbólt, at menna kvinnufótbóltin og at seta fokus á ungdómsfótbólt.

Tríggir starvsnevndarlimir skulu veljast á aðalfundinum komandi leygardag. Tríggir limir standa fyri vali, teir eru Fríðin Ziskason, Róin Schrøter og Jákup Martin Joensen.

Tá freistin at stilla upp var úti á midnátt mikukvøldið, vóru fimm persónar uppstillaðir.

Fríðin Ziskason og Róin Schrøter stilla uppaftur, meðan Jákup Martin Joensen, sum hevur verið í farloyvi seinastu tvey árini, hevur boðað frá, at hann stillar ikki uppaftur.

Í staðin verður Odmar Selfoss, ið hevur avloyst Jákup Martin Joensen, millum valevnini, og tað sama verða Rúni Herup Olsen og Kenneth Hovgaard.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 06. februar 2021

51 Leygardagur 13. februar 2021

Tróndur Vatnhamar aftur í HB

Seinastu árini hevur hann verið málmansvenjari hjá grannunum fyri sunnan, men í ár verður tað HB

Frøi á monnum - og Vatnhamar uttast til vinstru - undir dystinum móti The New Saints í fjørsummar (Mynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Tróndur Vatnhamar verður aftur at síggja í HB-húsinum. Hesum boðar felagið frá hósdagin.

Sumn leikari var hann í felagnum frá 2005-2008 og spældi 45 dystir á besta mansliðnum. Frá 2013 til 2017 var hann málmansvenjari hjá besta mansliðnum, og nú vendir hann aftur sum málmansvenjari eftir at hava verið hjá grannunum í B36 í nøkur ár.

Tróndur Vatnhamar er eisini kendur úr miðlunum, har hann millum annað hevur sendingina Fótbóltsprát í Kringvarpinum. Meðan hann var málmansvenjari í B36, umrøddi gestirnir KÍ, og hetta fekk venjaran í KÍ at gera vart við sína ónøgd. Tað hevði við sær, at annars fryntligi veturin var tikin av sendingini eitt tíðarskeið.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 11. februar 2021

52 Leygardagur 13. februar 2021

Bayern er nú heimsmeistari

Týska stórfelagið hevur vunnið seks steyp seinasta árið og hevur harvið javnað metið hjá Barcelona. Hetta er greitt eftir 1-0 sigurin á Tigres úr Meksiko hósdagin

Mynd: EPA
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

Champions League, Bundesliguna, DFB-pokal, FPL-Super Cup, evropeisku Super Cup nú eisini HM fyri feløg.

Tað eru allar kappingarnar, ið Bayern München hevur luttikið í, í 2020. Felagið hevur eisini vunnið allar kappingarnar, og harvið hevur liðið hjá Hansi Flick javnað metið, ið Pep Guardiola og Barcelona settu í 2019, tá liðið vann allar tær seks kappingarnar, ið tað luttók í.

Tað var fraklendingurin Benjamin Pavard, ið skoraði einsamalla málið í finaluni á Tigres úr Meksiko. Tað kom eftir eitt lítið korter í øðrum hálvleiki. Dysturin varð spældur í Katar.

Bayern hevur ikki møguleika at endurvinna týsku steypakappingina, tí liðið tapti heilt óvæntað í Kiel fyri einum mánaði sínum. Bayern liggur tó heilt væl fyri til at vinna Bundesliguna enn einaferð og skal 23. februar í eldin í Champions League, har Lazio er á skránni í áttandapartsfinaluna.

Liverpool vann HM fyri feløg í fjør. 

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 12. februar 2021

53 Leygardagur 13. februar 2021

Steypakappingar í amboðsfimleiki um vikuskiftið

Steypakappingarnar í amboðsfimleiki vera í Bylgjuni í Runavík – 59 børn og ung eru meldað til

(Savnsmynd: Haldur Suni Johansen)
SkrivaÐ:

Alda Nielsdóttir

Um vikuskiftið verða steypakappingar í amboðsfimleiki í Bylgjuni í Runavík.

Føroya Fimleikasamband boðar frá, at 59 børn og ung eru meldað til kappingarnar. Talan er um 35 dreingir/menn, og 24 gentur/kvinnur. Hesi eru frá HF, Støkk, og Ljósinum.

Kappingarnar verða stroymdar, og leinki til stroymingina verður at finna á Facebooksíðuni hjá Føroya Fimleikasambandi.


Skráin leygardagin
Kl. 10.30 byrjar kappingin fyri kvinnuunglingar, kvinnur, mansunglingar og menn.
Kl. 13.30 byrjar kappingin fyri stig 4, 5, 6 og 7 og piltar, smádreingir og dreingir.

Amboðini, sum kappast vera í leygardagin á kvinnusíðuni eru lop og forskotin barr, og á mannfólkasíðini eru gólv, ringar og beinsveiggj.

Skráin sunnudagin
Kl. 09.30 byrjar kappingin fyri kvinnuunglingar, kvinnur, mansunglingar og menn.
Kl. 13.30 byrjar kappingin fyri stig 4, 5, 6 og 7 og piltar, smádreingir og dreingir.

Amboðini sum kappast vera í sunnudagin eru á kvinnusíðuni biti og gólv, og á mannfólkasíðuni lop, paralell barr og reck.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 12. februar 2021

54 Leygardagur 13. februar 2021

Sandavágsmenn í stórum stíli

Fyrsta lið hjá Sandavágs Talvfelag er flúgvandi. Vágamenn vunnu í sjeynda umfari sunnudagin ein knúsandi sigur á øðrum liði hjá Havnar Telvingarfelag, og hava nú vunnið seg trý stig framum A-liðið hjá Havnar Telvingarfelag í fremstu deildini í landskappingini fyri feløg

 
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Havnarmenn høvdu mannað seg væl á B-liðnum til dystin móti Sandavágs Talvfelag. Carl Eli Samuelsen og Luitjen Akselsson Apol mannaðu fremru borðini, á aftaru borðunum telvaðu Rógvi Mortensen og Suni Merkistein. Men alt til fánýtis. Vágamenn vóru náðileysir og vunnu á øllum borðum.

Rógvi Egilstoft Nielsen, Høgni Egilstoft Nielsen, Silas Eyðsteinsson og Torkil Nielsen er fasta manningin hjá Sandavágs Talvfelag, og hóast tríggir spæla fótbólt í fremstu deildunum, so hava teir eisini orku til at telva ímillum allar dystirnar. Her er talan um óførar ítróttarmenn.

Havnarmenn dragna
FM-manningin hjá Havnar Telvingarfelag hevur ilt við at halda tørn í toppinum. Sigrarnir eru ikki so sannførandi sum hjá vágamonnum. Hóast havnarmenn høvdu mannað seg væl til dystin í dag, so var tað við bit og slit, at teir knógvaðu øðrum liði hjá klaksvíkingum.

Stórmeistarin Helgi Dam Ziska mátti annan dystin á rað sættast við javnleik. Ímóti sær á fyrsta borði hevði hann ein vælleikandi Terja Petersen. Hóast meira enn 500 ratingstig vóru á muni, stóð klaksvíkingurin stinnur, og hevði kanska munin í støðuni, tá ið givið varð upp fyri javnt.

Og á fjórða borði tapti Sjúrður Thorsteinsson við hvíta fólkinum fyri Esbern Christiansen. Hetta kom eisini heldur dátt við, tí Sjúrður hevur meira enn 300 ratingstig fleiri enn Esbern.

Havnarmenn gjørdu bart á miðborðunum. Olaf Berg vann á triðja borði á Ingolfi Gaard, og sum so ofta fyrr, var tað Martin Poulsen á øðrum borði, sum tryggjaði havnarliðnum sigurin. Haldur Suni Johansen, sum hevur staðið seg væl, síðan hann legði í vaðið aftur, átti av røttum av at fingið talvið javnt, men Martin er stríðsmaður við lít, og helmaði ikki, fyrr enn lúgvaði mótstøðumaðurin í fimta tíma snávaði í tekniskt jøvnum endatalvi.

Klaksvíkingar á veg
Nýggi stórmeistarin í Klaksvík, Vladimir Hamitevici, var ikki við á A-liðnum hjá klaksvíkingum í gjár, tí hann er mynstraður við Norðsøka. Klaksvíkingar vunnu kortini stórsigur á kollfirðingum, sum ikki vóru so væl mannaðir. Ólavur Simonsen, Rani Nolsøe og Tummas Martin Sólsker vunnu á Bernhardi Thomsen, Hanusi Joensen og Rógva Mørkøre, men á triðja borði eydnaðist strandinginum Eivindi Jacobsen at fáa remis móti Steintóri Rasmussen.

7. umfar (7. februar)
Havnin B - Sandavágur 0-4
Havnin A - Klaksvík B 2½-1½
Klaksvík - Kollafjørður3½-½

Støðan í 1. deild
1. Sandavágur 20½ stig
2. Havnin 17½
3. Klaksvík 15½
4. Klaksvík B 11½
5. Kollafjørður 9 ½
6. Havnin B 9 ½


Vestmenningar suverenir
Hóast trý umfør eru eftir í landskappingini, er leiðslan hjá vestmenningum í 2. deild nú so mikið trygg, at uppflytingin í 1. deild fer neyvan at svitast.

Sunnudagin vunnu vestmenningar stórsigur 3½-½ á góðu ungdómsmanningi hjá Klaksvíkar Talvfelag. Á vestmannaliðnum telvaðu Samson Højgaard, Jákup á Rógvi Andreasen, Martin Brekká og Alfred Olsen. Klaksvíksunglingarnir vóru Janus Skaale, Heðin Gregersen, Einar Gregersen og Flóvin M. Tummasarson.

Sandavágsmenn vunnu á kollfirðingum, og botndystin vunnu havnarmenn á runavíkingum. Úrslit og støðan í 2. deild:

2. deild (7. umfar)
Vestmanna - Klaksvík 3½-½
Kollafjørður - Sandavágur 1½-2½
Runavík. - Havnin 1½-2½

Støðan 2. deild
Vestmanna 22
Sandavágur 14
Kollafjørður 14
Klaksvík 13½
Havnin 13
Runavík 7 ½

Dystirnir í áttanda umfari í 1. deild verða 21. februar. Tá eru dystirnir hesir: Sandavágur - Klaksvík A, Kollafjørður-Havnin A og Klaksvík B - Havnin B.

Tíggjunda og síðsta umfar verður 13. mars.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 08. februar 2021

55 Leygardagur 13. februar 2021

Brady og Buccaneers vunnu Super Bowl sera sannførandi

Kansas City Chiefs fingu ongantíð fótin fyri seg í Tampa mánanáttina - liðavikrið hjá Buccaneers var frálíkt, og Tom Brady hevur nú vunnið sjey Super Bowls - meira enn nakað lið hevur

Brady lyftir Lombardi-steypið fyri sjeyndu ferð - 19 ár eftir quarterbakkurin gjørdi tað fyri fyrstu ferð (Mynd: EPA)
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

Super Bowl LV - tað vil siga nummar 55 í røðini - var á mangan hátt serstøk. Áskoðaratalið var tað lægsta í søguni - 25.000 - orsakað av koronustøðuni, og Tampa Bay Buccaneers gjørdist fyrsta liðið nakrantíð, sum spældi eina Super Bowl á heimavølli.

Hetta var eisini fyrsta Super Bowl hjá Tom Brady við einum øðrum liði enn New England Patriots. Patriots hevur eins og Pittsburgh Steelers vunnið seks Super Bowls, og tað eru liðini, sum hava vunnið flest. Men tað er nú ein leikari, ið hevur vunnið Lombardi-steypið fleiri ferðir enn nakað lið hevur.

43-ára gamli Brady vann sína fyrstu Super Bowl í 2001. Hetta var fyrstu ferð, at Patriots vann Super Bowl, men liðið hevur verið í finaludystinum heili níggju ferðir í hesari øldini, og Brady og høvuðsvenjarin Bill Belichick hava saman vunnið seks ferðir.

Í fjør gjørdist Brady Buccaneers-leikari, liðið hevur styrkt seg og ment munandi og er nú vinnari av Super Bowl fyri aðru ferð.

[object Object]
Brady spældi so at siga uttan mistøk - eins og restin av Buccaneers-liðnum. Her kastar tann 43-ára gamli sítt fyrsta touchdown. Hann varð valdur til mest virðismikla leikaran í dystinum (Mynd: EPA)

[object Object]
Stóri maðurin við 87-talinum tók yrkisleiðina uppaftur saman við Brady í Tampa. Í finaluni var hann aftur sera týdningarmikil fyri nummar 12 (Mynd: EPA)

Kansas City Chiefs vunnu Super Bowl í fjør, og við unga Patrick Mahomes á odda sær framtíðin hjá liðnum sera bjørt út.

Í ár hevur liðið hjá Andy Reid aftur víst stóra styrki, men hóast Chiefs komu á odda 3-0 í nátt, so sá liðið so at siga allatíðina út til at vera nøkur fet aftanfyri. Buccaneers vóru sterkari á so at siga øllum økjum og vunnu ógvuliga sannførandi. Heimaliðið var á odda 21-6 í steðginum. Brady spældi sera væl, og fann tvær ferðir Rob Gronkowski, sum hann eisini hevði sera gott samstarv í New England, máløkinum, og einaferð Antonio Brown, sum eisini er komin inn at styrkja liðið.

Álopið koyrdi harvið næstan sum smurt, men verjan var eisini ógvuliga sannførandi. Serliga var Devin White framúr, men royndi Jason Pierre-Paul var eisini umráðandi viðvíkjandi at leggja stórt trýst á Mahomes. Teir, ið royndu at verja hann, høvdu avgjørt ikki sín besta dyst, og Chiefs fekk ikki eitt touchdown. Hetta er óhoyrt fyri sterka álopið.

[object Object]

White og Pierre-Paul geva Mahomes trupulleikar. Nummar 15 tapti, og tað gav honum pínu- bæði so og so (Mynd: EPA)


Í 2. hálvleiki - eftir at The Weeknd hevði gjøgnumført eitt gott "half time show" - fekk sterki runningbakkurin, Leonard Fournette, eitt touchdown, og so snúði tað seg bara um at koyra tað heim.

[object Object]Brady og Fournette fegnast (Mynd: EPA)

[object Object]
Abel Makkonen Tesfaye - betri kendur sum The Weeknd - úr Kanada framførdi "Blinding Lights" og aðrar kendar sangir (Mynd: EPA)

"Bucs", við Bruce Arians sum høvuðsvenjara, vunnu við 22 stigum. Tað er størsti munurin í finaluni í NFL hevur síðani í 2014, tá Seahawks vunnu á Broncos við 35 stigum.

Brady og hansara menn vístu veruliga styrki og koppaðu Chiefs av trónini - næsta kappingarár skal onkur royna at koppa liðnum úr Florida. NFL fer ikki í gongd aftur fyrrenn 9. september.

Super Bowl LV 
Raymond James Stadium, Tampa (Florida) 07. februar
Tampa Bay Bucaneers - Kansas City Chiefs 31-9 (21-6)

Mest virðismikli leikarin: Tom Brady - kastaði trý touchdowns í sínari tíggjundi Super Bowl

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 08. februar 2021

56
Leygardagur 13. februar 2021

Myndir: Íblástur úr Syðrugøtu

Á vitjan í nýggju húsunum hjá Eydis og Páll Skýlindal í Syðrugøtu

Mynd: Mary-Ann Zachariassen
SkrivaÐ:

Mary-Ann Zachariassen

Sum lovað, fari eg at vitja onnur heim eisini. Hesaferð eri eg farin til Syðrugøtu.

[object Object]

Ovarlaga í bygdini er sera nógv byggivirksemi. Nógv sethús eru í gerð, men mitt í nýggja býlinginum standa eini deilig nýbygd svørt hús - nýbygd og hálvbygd, kunnu vit kanska siga - men hóast tey enn eru í gerð, havi eg valt at farið framvið, tí eg haldi avgjørt, at hesi húsini kunnu verða við til at geva øðrum íblástur. Har eru nøkur element, ið eg ikki havi sæð fyrr, og so eru tey heldur ikki bangin fyri at fara yvirum mørk!

[object Object]

Húsini eiga hjúnini Eydis og Páll Skýlindal. Eydis 32, er lærari og Páll 36, er útbúgvin málari. Saman eiga tey Nóa 4, Jósef 1,5 og Sól 3 mðr.

Tað fyrsta eg leggi til merkis, er flotta blanka ”marmor-look-gólvið”. Tað mestsum dregur meg inn inn í durin. Undir sera snøggu trappuni er eitt ”béd” við mjúkum smásteinum og nøkrum plantum. Í tveimum teimum niðastu trapputrinunum lýsa nakrar veikar ledstrípur sum leiða meg uppá.

Inni er ein ”altan”, soleiðis at tú frá durinum sært beint upp í svarta køkin. Upp gjøgnum trappurnar sæst ein fantastiska flottur plantuveggur. Tað eru kunstplantuplátur, sum tey hava skrúvað upp á veggin. So stórt og so bergtakandi! Tey hava valt at havt tað opið millum dur/køk og stovu.

Húsini eru ikki so stór, so tað kennist fjálgt at koma inn.

[object Object]

[object Object]

[object Object]

[object Object]

[object Object]

Næstan allir litirnir inni eru myrkir. Ongin veggur í húsinum er hvítur, men tey stóru glasvindeyguni og stóru glasflaturnar gera, at húsini tola tað.

Og so er tað Gøtuvíkini fyri at takka, at man frá spísiborðinum í køkinum kann gloyma bæði tíð og stað. Útsýnið er so heilt ótrúliga vakurt, og tað hava tey útnyttað til fulnar.

[object Object]

[object Object]

[object Object]

Loftini eru úr tunnum trælistum, sum eisini forsetur oman eftir onkrum veggi. Aftanfyri spísiborðið sæst, at ein málari býr á matriklinum. Tey vóru bangin fyri, at rúmini fóru at gerast ov myrk, so tey fóru í holt við farvur og klistur, og vupti - so høvdu tey sína egnu listaframsýning inni í køkinum.

Úr køkinum traðkar tú eitt trin niður stovuna. Har er meira róligt. Man kann kanska ikki skilja stovuna frá køkinum beinleiðis, men har er so ein leðursofa við sjónvarpi og síðan tveir lenistólar, ið venda móti peisini, sum bindir stovu og køk saman.

[object Object]

[object Object]

[object Object]

[object Object]

[object Object]

[object Object]

[object Object]

[object Object]

Ein grovkøkur er líkasum aftan fyri køkin. Har er ongin hurð í, men bara opið ímillum, so tað er skjótt og lætt at sleppa av við ymiskt, sum man ikki tímir at hava frammi, ella ikki hevur stundir til at orðna, júst tá. Deiliga praktiskt.

Út frá køkinum kanst tú síðan eisini fara beint út á eina stóra terassu, sum kann brúkast bæði til størri forsamlingar, ella bara eitt lítið grillkvøld.

[object Object]

[object Object]

[object Object]

Eg fái eina eksotiska kenslu, tá eg komi inn á vesið. Grønir, stórir flottir flisar og gull armatur. Har er gott pláss, so tey hava bæði baðikar og brúsu. Nokk so dempaður, og lekkur stemningur.

Speglið kann innstillast til nógv ymisk sløg av ljósi, so hóast myrkt og hugnaligt, ber væl til bæði at kroysta pirrur og leggja sminku. Man sær, at tað er hugsað um hvørja detalju, og saman við plantunum merkir tú eina behagiliga vælveru. Har kundi eg í øllum førum brúkt nógva tíð.

[object Object]

[object Object]

[object Object]

[object Object]

Tey hava bara eitt sovikamar til øll fimm enn. Ein lítil hems er, har elsti sonurin svevur, men annars verða fleiri kømur gjørd, tá tey fara í holt við kjallaran.

Tað vil so eisini siga, at alt spæl og allar leikur liggja hvørt um annað runt um í alrúminum. Akkurát sum tað skal verða, hjá eini barnafamilju. Hendan dagin eg var framvið, royndu vit tó at skúgva óruddið sum frægast, soleiðis at tað ikki skuldi órógva og skapa stílforvirring, men – sum endamálið jú er - geva íblástur til innrætting.

So hetta er ikki ein lýsing av lívinum hjá eini barnafamilju, men ein rapportaga, av einum nýbygdum húsum, sum vónandi kann nýtast konstruktivt hjá onkrum tykkara.

[object Object]

At enda spurdi eg tey, hvaðani tey fáa íblástur, hvat tey eru glað fyri, og hvørji góð ráð tey kunnu geva:

”Vit hava bæði leingi verið áhugað í innrætting. Vit tosa nógv um, og leita eftir íblástri ymsastaðni, hvussu okkara framtíðarhús skullu síggja út. Vit hava sama stíl, og tað gjørdi tað lættari at taka avgerðir. Vit modernaðan stíl, og dáma at hava øðrvísi loysnir enn onnur. Okkum dáma so sera væl hotellir, og tað hava vit eisini roynt at tikið við. Vit hava reyðan tráð gjøgnum húsið, uttan at rúmini eru ov eins. Svart, grátt, glas, træ og gull er gjønumgangandi. Vit eru seliga glað fyri baðikarið, sum vit brúka heilt nógv, bæði vaksin og børn. Eisini cookarin eru vit sera glað fyri, sum er sera hentur tá man hevur fløskubarn. Og annars uppsetingina av alrúminum. Góð ráð: Leiti og spyrji um góð ráð aðrastaðni, men lurti mest eftir tykkum sjálvum, og gerði tað sum tit ætla, men tað má sjálvandi verða realistiskt. Viðhvørt kann tað loysa seg at gjalda seg frá onkrum, sum vit gjørdu, og tað hjálpti væl, serliga uppá móti.”

So fari eg at takka fyri meg her úr Syðrugøtu. Um tit vilja síggja meira til heim teirra, kunnu tit finna tey á instagram: eydisskýlindal og pallskylindal

 

Stutt um meg

[object Object]

Eg eiti Mary-Ann Zachariassen. Eg eri 34 ára gomul og ættað úr Gøtu. Maður mín eitur Høgni, 38, og saman eiga vit tríggjar villar dreingir. At búseta seg í Fuglafirði er ein tann besta avgerðin eg havi tikið.

Eg havi havt áhugað fyri innrætting frá ungum árum av. Hóast eg havi valt tann minimalistiska stílin til mítt heim, dámar mær flest allar stílir.

 

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 10. februar 2021