Vaksandi fiskavirksemi í Knettahúsinum í Leirvík
PrimaFisk: - Fiskapylsurnar eru nú eins kendar og Leirvíksknettini, sigur Jan Erlingsson Petersen, stjóri, sum umframt at reka PrimaFisk eisini hevur yvirtikið Knettavirkið
Leygardagur 20. februar 2021 | Nr. 8 | Árgangur 2 | Kr. 0,00
PrimaFisk: - Fiskapylsurnar eru nú eins kendar og Leirvíksknettini, sigur Jan Erlingsson Petersen, stjóri, sum umframt at reka PrimaFisk eisini hevur yvirtikið Knettavirkið
SíÐa 2
SíÐa 8
SíÐa 24
SíÐa 29
SíÐa 44
SíÐa 54
Nýggj útgáva hvønn leygarmorgun kl. 7
Sosialliberali vongurin í bæði Sambandsflokkinum og Fólkaflokkinum hava trong kor í sitandi samgongu.
Í síðstu viku var tað spurningurin um at geva foreldrum at øllum børnum rætt til barsilspening. Har vóru fleiri – sigst – úr bæði Sambandsflokkinum og Fólkaflokkinum, sum valdu ikki at atkvøða sambært síni sannføring. Við atliti til samgonguna og serliga Miðflokkin.
Í hesi vikuni vóru tað aftur fleiri tinglimir úr bæði A og B, sum atkvøddu beint móti egnu sannføring. Fyri at tekkja fíggjarmálaráðharranum, fólkafloksformanninum, sum knappliga hevði definerað sín egna og harvið samgongunnar umhvørvispolitikk í stríð við bæði egnan umhvørvisráðharra – ikki fólkafloksmaður, sjálvandi – og við almenna umhvørvisstovnin.
Her byrjar at sansa at nú. Vit eru fleiri, sum bíða í spenningi eftir, hvussu leingi tað fer at halda.
Hvussu leingi liberali parturin av núverandi borgarligu samgongu gongur í takt ásannandi, at veruligi politiski meirilutin er ein heilt annar enn tann, sum verður gjøgnumførdur av okkara fólkavalda løgtingi.
Johan Dahl – sambandsmaðurin, sum tordi at atkvøða saman við andstøðuni í barsilsmálinum – var so deiliga ærligur, tá hann í gjárkvøldið varð spurdur í Degi og Viku hvønn flokk hann helst vildi arbeiða saman við.
Kanska eitt sindur opportunt, nú Javnaðarflokkurin í nýggjastu veljarakanningini aftur staðfestir sítt støði, sum tann flokkurin, sum fær nógv størstu undirtøku veljarunum, meðan tey streyma í hópatali undan Sambandsflokkinum og serliga Fólkaflokkinum.
Støðan í dag er ikki ólík støðuni, tá Sambandsflokkurin sat við leiðsluni saman við Fólkaflokkinum seinast. Fólkaflokkurin fekk sín politikk gjøgnumførdan beinanvegin við sambandsmonnunum sum atkvøðuneytum, meðan hjartamálini hjá Sambandsflokkinum bíða.
Framúr áhugavert eisini at hyggja aftur á almenna stuðulsskrivið https://dagur.fo/32-sambandsfolk-studla-johan-dahl , sum 32 týðandi sambandsfólk skrivaðu til Johan Dahl fyri fýra vikum síðani. Nøvnini avdúka, at førdi politikkurin hjá Sambandsflokkinum ikki hevur ungdómin aftan fyri seg. Heldur ikki høvuðsstaðarøkið og onnur øki. Vit telja einar 1200-1300 atkvøður, sum tykjast ikki at vera nøgdar við verandi politikk – oman fyri 2.000 um atkvøðurnar hjá Kaj Leo og Erhardi Joensen verða taldar við.
Og møguliga er sama skil í Fólkaflokkinum. Tá flokkurin tapti kommunuvalið, gjørdist borgarstjórin í høvuðsstaðnum aftur partur av tingbólkinum, sum harvið fekk eina liberala rødd eisini. Tað er rættiliga týðuligt, at Annika Olsen ikki trívist í tí annars gjøgnumkonservativa tingbólkinum.
Blokkpolitikkur – ella tað at føra politikk uttan at vilja lurta eftir hvat andstøðan sigur og heldur – kann vera effektivur. Men royndirnar vísa, at hann bert heldur til næsta val, tá hin parturin aftur verður valdur at stýra.
Hvat er tá vunnið? Hvat er galið við at leita fram breiðar semjur í tráð við fólksins vilja, semjur sum halda?
Skotskir umhvørvisfelagsskapir vísa fram ræðumyndir frá kryvjivirki hjá Bakkafrost
Okkurt bendir á, at alivinnan í Føroyum skal brynja seg til at skula standa ímóti eini herðferð ímóti alifiski á sama hátt, sum føroyska grindadrápið hevur upplivað seinastu nógvu árini.
Hesa vikuna hevur Bakkafrost og teirra skotska felag Scottish Salmon Company, SSC, skula svara fyri, hvussu tey drepa og blóðga fiskin, ið kemur upp á land á teirra kryvjivirki í Arnish nærhendis Stornoway á Hebridunum.
Ein felagsskapur, ið kallar seg Animal Equality UK hevur lagt út ein film á internetið, sum bretskir miðlar hava tikið upp, eitt nú blaðið á Hebridunum, Stornoway Gazette.
Her verða vístar myndir av, hvussu fiskurin verður handfarin, tá hann verður blóðgaður á virkinum í Arnish. Víst verður eitt nú, hvussu fiskarnir, ið tykjast verða á lívi, verða bukaðir í heysin við einum gassa. Og vit kunnu skjótt verða samd um, at fiskurin verður ikki tespiliga handfarin.
Bakkafrost: -Framleiddar myndir
- Eg kann ikki afturvísa, at talan er um okkara virki, men tað er altso ikki soleiðis, at fiskurin verður handfarin á okkara virkjum, sigur Odd Eliasen, stjóri í Scottish Salmon Company.
Bæði hann og Regin Jacobsen, stjóri á Bakkafrost, eru sannførdir um, at filmurin er framleiddur fyri at skaða virksemið hjá SSC.
- Eg kann í hvussu so er siga, at soleiðis gera vit ikki á okkara virkjum. Alt bendir eisini á, at upptøkurnar eru gjørdar áðrenn vit yvirtóku skotska alifelagið, sigur Odd Eliasen.
Regin Jacobsen sigur, at tey hava illgruna um, at filmurin er upptikin av tveimum monnum, sum vóru í starvi í felagnum eitt stutt tíðarskeið á sumri í 2019.
- Vit halda, at talan er um tveir mans úr Suðuronglandi, sum arbeiddu á virkinum nærhendis Stornoway. Vit eru sannførd um, at talan er um ein film, ið er “framleiddur” fyri at skaða felagið, sigur Regin Jacobsen.
Øðrvísi hugburður
Stjórarnir báðir siga, at tað er trupult at grundgeva fyri sínari framleiðslu, tá tað eru sannførd umhvørvisstríðsfólk, ið hvørki eta kjøt ella fisk, sum tey eru upp ímóti.
- Hugburðurin til slíkt er so ræðuliga nógv øðrvísi í Bretlandi, enn hann er her heima hjá okkum. Allir føroyingar vita, hvussu ein fiskur verður blóðgaður, og at hann kann sprakla eisini eftir at hann er deyður. Man tað er ikki so lætt at greiða einum keypara í onkrum stórbýi frá hesum, sigur Odd Eliasen.
Ásannast má, at langt er millum hugburðin hjá laksaalarunum, sum royna at drepa fiskin so “humant” sum gjørligt, og felagsskapirnar, sum nú eru farnir í hernað móti drápsháttinum.
Tí sum boðskapurin í endanum í filminum herundir ljóðar: “Don’t forget about fish – please keep them off your plate”. Tá boðskapurin er at halda fisk yvirhøvur burtur frá borðiskunum, kann vera trupult at fáa eitt javnbjóðis samskifti í lag.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 20. februar 2021
Regin Jacobsen og Odd Eliasen eru sannførdir um, at filmurin er framleiddur fyri at skaða Scottish Salmon Company
Regin Jacobsen, stjóri í Bakkafrost, sum í 2019 keypti Scottish Salmon Company, harmast um herferðina, sum bretskir umhvørvisfelagsskapir nú brúka fyri at fáa bretar og bretskar handilsketur at venda alivinnuni bakið vegna mátan, sum fiskur verður dripin.
- Vit eru sjálvandi noydd at fyrihalda okkum til slík tíðindi, sum onkrir miðlar taka upp beinleiðis frá hesum felagsskapum, tí tað er neyðugt at greiða øllum okkara viðskiftafólki frá, at okkara drápsháttur hevur allar neyðugar góðkenningar.
- Vit eru eisini áhugað í at drepa fiskin so “humant” sum gjørligt, tí vit vita, at tað gevur betri góðsku, og góðska er altíð eitt mál hjá okkum.
Men slíkt órógvar, viðgongur Regin Jacobsen.
Uppmerksemið gevur fleiri kundar
Stjórin í skotska partinum av Bakkafrost, Odd Eliasen, viðgongur eisini, at nógv arbeiði verður brúkt upp á at svara fyrispurningum frá kundum, tá slíkar søgur koma fram í miðlunum.
- Tey vilja við egnum eygum síggja hvussu okkara virkir handfara fiskin, og tað vísa vit teimum fegin. Og tað góða er, at tey eru meira sannførd, tá tey eru farin av vitjanini enn tá tey komu.
- Eg kann siga so mikið, at tað uppmerksemi, vit hava fingið í sambandi við slíkar ræðukampanjur hava verið við til at skaffa okkum fleiri kundar, sigur Odd Eliasen.
Bæði hann og Regin Jacobsen vísa á, at Scottish Salmon Company hevur eina bretska góðkenning, sum sigur at fiskurin verður avlívaður á humanan hátt.
- Tey, ið veita hesar góðkenningar koma javnan á ófráboðaðar vitjanir hjá okkum, og tí kunnu vit við góðari samvitsku siga, at okkara drápsháttur er hin rætti, sigur Regin Jacobsen.
Verður “stunnaður” fyrst
Stjórin í Bakkafrost greiðir frá, at fyrr var vanligt at avlíva laks, eins og annan fisk, við at blóðga hann og fiskurin so doyði spakuliga við at blóðið rann úr honum. Soleiðis verður ikki gjørt longur.
- Á okkara føroysku virkjum verður fiskurin fluttur til virki í sjógvi, hann svimur næstan sjálvur inn í virki í eini rørskipan. Tá hann kemur inn, fer hann ígjøgnum ein sokallaðan “stunnara”, sum tekur lívið av fiskinum við einum hørðum slagi.
- Tú kanst sammeta hetta við, tá vit drepa seyð. Vit brúka seyðabyrsu við píki áðrenn við svava. Í “stunnaranum” er eisini ein píkur, sum fer niður í høvdið á fiskinum, sum doyr í stundini, eisini hóast hann kann sprákla eftir tað.
- Síðan verður fiskurin blóðgaður og bløðir út.
Odd Eliasen (Savnsmynd)
- Púra burtur við
Odd Eliasen sýtir ikki fyri møguleikanum, at filmurin er tikin upp á virkinum hjá SCC. Menn hann avsannar, at tað er soleiðis, arbeiðið gongur fyri seg á virkinum.
- Eg havi vitjað á virkinum í Arnish fleiri ferðir, og ikki eina tí einastu ferð havi eg sæð, at fiskur liggur og sløðist á gólvinum, eins og tað sæst á hasum filminum. Tað er eisini púra burturvið, tá vit síggja menn, sum nærmast skumpa spráklandi fisk á gólv, sigur Odd Eliasen, og vísir harvið á, at talan er um “framleiddar scenur”.
Tá tað er sagt, so kann Odd Eliasen ikki geva nakra vissu fyri hvussu viðurskiftini vóru áðrenn Bakkafrost yvirtók skotska felagið. Og tað slepst sjálvandi heldur ikki undan blóði, tá fiskur verður blóðgaður.
Odd Eliasen viðgongur eisini, at virkini í Skotlandi kanska ikki vóru og eru eins væl útgjørd, sum kryvjivirkini hjá Bakkafrost á Glyvrum og í Vági.
- Í Skotlandi liggja kryvjivirkini ikki við bryggjukant, men inn í landinum. Tí hava vit móttøkustøður, har fiskurin verður blóðgaður fyri seinni at verða fluttur á kryvjivirki. Vit royna støðugt at halda eina menning í okkara framleiðslu, og hava longu nú brúkt nógvar pengar til at menna okkara framleiðslu í Skotlandi, sigur Odd Eliasen.
Scotish Salmon Company hevur trý kryvji- og góðskingarvirki. Eitt í Cairndow á skotska meginlandinum nærhendis Loch Lomond, og tvey úti á Isle of Lewis nærhendis Stornoway.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 20. februar 2021
PrimaFisk: - Fiskapylsurnar eru nú eins kendar og Leirvíksknettini, sigur Jan Erlingsson Petersen, stjóri, sum umframt at reka PrimaFisk eisini hevur yvirtikið Knettavirkið
PrimaFisk í Leirvík hevði 15 ár á baki í fjør.
Samstundis vóru 110 ár liðin, síðani Karl Hansens Eftf. sum elsta vinnuvirkið í Leirvík - og sum í hálva øld framleiddi fiskavørur til føroyska marknaðin - varð stovnað. Og 45 ár síðani, at Rasmus Hansen fór undir framleiðslu av eitt nú teimum tiltiknu Leirvíksknettunum.
- Í dag fevnir virksemi okkara eisini um hesar báðar fyritøkurnar, sum vit yvirtóku fyri nøkrum árum síðani, og samstundis er alt virksemið savnað undir somu lon í fyrrverandi Knettahúsinum á Toftanesi 33, greiðir Jan Erlingsson Petersen, stjóri, eldhugaður frá.
- Tíverri fingu vit ikki hátíðarhildið nakran av hesum trimum merkisdøgunum vegna Koronusmittuna, harmast hann um.
Byrjaðu í 2004
Jan, ið er ættaður úr Klaksvík, stovnaði í 2004 saman við bygdarmanninum og mammubeiggjanum Eli Elttør Atlantic FishSale við tí endamáli at virðisøkja fisk.
Í felagnum JET-food fingu teir innivist í hølum á Tavuni, sum tá í nógv ár hevði arbeitt gulllaks, sum keyparar úr øðrum londum gjørdu dygdarvørur burturúr.
- Við hugskoti, sprottið úr fiskapylsum og fiskakøkum, sum Kjøt-Mikkjal i Klaksvík gjørdi til ”Føroyar í fokus”-framsýningina í Danmark í 1986, hildu vit, at gulllaksafarsið var tað rætta tilfarið at framleiða burturúr, greiðir Jan E. Petersen víðari frá.
Eftir at Eli varð keyptur úr fyritøkuni, stovnaðu Tavan og Jan PrimaFisk, sum teir róku í felag til 2013, tá Jan gjørdist einsamallur eigari. Virksemið helt tó fram saman við og á Tavuni.
Ongi spennandi roknskapartøl
- PrimaFisk hevur ein stóran part av tíðini verið rikið sum ein einmansfyritøka burturav, men í dag eru fýra fólk til arbeiðis á virkinum, upplýsir Jan E. Petersen.
Hann er útbúgvin innan marknaðarføring, leiðslu og sølu, men hevur altíð havt stóran áhuga í matgerð.
- Tað hevur gingið upp og niður hjá okkum, svarar hann, tá vit fregnast
nærri um rakstrargongdina hesi 15 árini.
- Eg havi ongi spennandi roknskapartøl at vísa tykkum. Men vit hava samanumtikið klárað okkum við skinninum á nøsini, staðfestir hann vælhýrdur.
Omman kveikti áhugan
Um áhuga sín fyri matgerð, greiðir hann soleiðis frá:
- Omma mín arbeiddi hjá Kjøt-Mikkjali í Klaksvík. Tá var eg mangan við í kjøthandlinum, og síðani hevur matframleiðsla sum heild altíð havt mín stóra áhuga.
- Í hesum sambandi kann eg leggja aftrat, at bakkarnir, ið vit klamsa frikadellur og knetti á, hava navnið Hjá Mikkjali sligið í!
- Fiskapylsan, skorin í skivar, er heilsugóður matur og inniheldur ikki tilsetingarevni so sum litevni og haldevni. Fitiinnihaldið kemur av fiskafiti og plantuolju.
Yvirtók Knettavirkið
- Tá vit í síni tíð fóru undir framleiðsluna av fiskapylsum, búffum og suppu, avtalaðu eg og Rasmus á Knettavirkinum, at vit ikki skuldu framleiða vørur í kapping ímóti hvør øðrum, og hetta var galdandi so leingi sum vit vóru undir hvør sínari lon.
- í 2018 yvirtók eg fyrst raksturin av virkinum hjá honum, men keypti síðani virkið. Í 2019 varð framleiðslan hjá PrimaFiski flutt úr Tavuni í Knettahúsið, og síðani hevur øll framleiðslan verið á einum stað.
- Rávøran, ið verður nýtt í framleiðsluni, er toskur og hýsa, sum vit arbeiða á virkinum, umframt gulllaksafars frá Tavuni. Framleiðslan fevnir í dag um allar vanligar fiskavørur, so sum knettir, frikadellur, flak, fiskabúffar og fiskapylsur, greiðir vælnøgdi stjórin frá.
Áslakkur Heinesen pakkar raspað flak (Mynd: Jens Kr. Vang)
Jan E. Petersen pakkar væl umtóktu fiskaburgarabúffarnar (Mynd: Jens Kr. Vang)
Virksemið økist støðugt
Virksemið á PrimaFiski hevur verið støðugt vaksandi øll árini, og grundarlagið undir fyritøkuni við størri vøruúrvali er nú væl betri enn frammanundan, sigur Jan E. Petersen.
- Hvussu við framleiðslu til útflutnings?
- Vit hava í fleiri førum eisini framleitt til útflutnings. Tó hevur talan enn ikki verið um støðugan útflutning. Men vit miða eftir at fara undir regluligan útflutning sum frálíður.
Eftir at øll framleiðslan hjá Prima Fiski varð savnað í Knettahúsinum á sumri 2018 og útlit vóru fyri at økja um virksemið, eru munandi íløgur gjørdar á virkinum.
Samstundis varð samstarv tikið upp við P/F Nevið við Eydnari á Roykheyggi, sum í fjør eisini gjørdist partaeigari. Sostatt eiga Jan E. Petersen og P/F Nevið í dag 50 prosent hvør í PrimaFiski.
Sloppin væl frá koronu
- Hvussu hevur koronufarsóttin ávirkað framleiðslu tykkara?
- 2020 royndist misjavnt. Virkið lá stilt frá juli 2019 vegna umbygging, eftir at alt virksemið varð flutt undir sama tak. Vit lótu upp aftur í februar, men longu í mars varð landið rakt Koronu. Hetta hevði við sær, at ætlaði útflutningurin fór fyri bakka. Samstundis lótu skúlar, barnagarðar og arbeiðspláss aftur, og tí stúrdu vit fyri at missa nærum alla søluna. Men so varð tíbetur ikki. Vit arbeiddu hvønn arbeiðsdag í 2020, og arbeiðið er støðugt enn. Føroyingar hava stuðlað sera væl og staðið saman um føroyska framleiðslu, og tað eru vit teimum sera takksom fyri!
Bjartskygd
- Hvussu eru so útlitini í løtuni?
- Útlitini eru góð, og tað er undirtøkan fyri vørum okkara eisini her heima. Vónandi fer tað eisini at gera seg galdandi, tá vit væntandi fara at útflyta vørur seinni í ár.
- Eru nýggjar vørur eisini á skránni?
- Vit hava eitt breitt vøruúrval, men arbeiða alla tíðina við at økja um vøruúrvalið. Beint undan jólum framleiddu vit sum eina roynd eina vælumtókta jólasild í samstarvi við Tavuna, og í næstum kemur ein nýggj sild á marknaðin, avdúkar Jan E. Petersen at enda.
Jólasildin, ið varð framleidd í samstarvi við Tavuna. Í næstum kemur onnur sildavøra á marknaðin
Poula Heinesen við miksaran (Mynd: Jens Kr. Vang)
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 20. februar 2021
Loysingarslagorð á húsaveggjum og -grundum í Tórshavn
Aftur hósnáttina ella -morgunin hevði onkur verið gjøgnum býin í Havn og ritað politisk slagorð á húsaveggir, dyr og garðar.
Í farnu viku var líknandi herverk eisini framt. Tá var tilsipingin beinleiðis til tingviðgerðina tann dagin um at geva samkyndum foreldrum rætt til barsil.
Hesaferð er tað loysingin, sum er evnið. “Loysing í Eygsjón” stóð millum annað skrivað á grundina á býráðssalinum og á høvuðsdyrnum hjá Portalinum á Bryggjubakka.
(Mynd: Sverri Egholm)
(Mynd: Bjørg Brynhildardóttir)
Í Steinatúni ljóðaði boðskapurin í morgun “Loysing í Eggsjón”, og stóri spurningurin er, um stavivilllan er tilætlað ella ikki. Á Vaglinum vóru fólk í kommununi eisini í gongd við at vaska skriftina av grundini til býráðssalin.
Á veggjakrutlinum, sum prýddi høvuðsstaðin í farnu viku – millum annað á portrinum á garðinum við Havnar kirkju – var eisini onkur stavivilla at hóma.
Óvist er, um talan er um sama persón, ið hevur skrivað. Okkurt bendir á, at tilfarið, ið nýtt er, er tað sama. Løgreglan hevði ikki fingið fráboðan um herverk av hesum slag í morgun.
Spurningurin er so um “loysing í eggsjón” yvirhøvur er ein heilsan til politikararnar í løgtinginum.
Málini fyri tingfundin, sum var á skránni hósdagin snúðu seg ikki um loysing. Helst var tað ein viðmerking til viðgerðina á løgtingi mikudagin av tveimum málum frá Tjóðveldi um at gera landsins fíggjarlóg óhefta av ríkisveitingini og uppskotinum til samtyktar um føroyskt sjálvræði í hernaðar- og trygdarmálum.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 18. februar 2021
Tað vísir veljarakanning, sum Spyr.fo hevur gjørt, og sum er kunngjørd í Vikuskiftis-Sosialinum
Ein veljarkanning sum Spyr.fo hevur gjørt, og sum er kunngjørd í Vikuskiftis-Sosialinum vísir, at samgongan hevði mist tveir tingsessir og mist meirilutan um val var í dag.
Sambært kanningini, sum varð gjørd hósdagin, er tað Fólkaflokkurin sum hevur størstu afturgongdina, og fer úr átta niður á sjey tinglimir við 19,6 prosent av atkvøðunum. Afturgongdin í mun til valið í 2019 er 4,9 prosent.
Eins og í nógvum øðrum veljarakanningum, sum eru gjørdar seinastu mánaðirnar, vísir hendan kanningin eisini, at Javnaðarflokkurin hevði fingið eitt megnar val, og hevði verið nógv størsti flokkur um val var nú.
Javnaðarflokkurin hevði sambært kanningini fingið 28,7 prosent atvkøðunum og fer úr sjey og upp í tíggju tinglimir.
Løgmansflokkurin hevur afturgongd, men ikki líka stóra sum Fólkaflokkurin. Sambært kanningini hevði Sambandsflokkurin fingið 18,8 prosent av atkvøðunum, sum er 1,6 prosent minni enn til løgtingsvalið seinast.
Teir báðir smáu flokkarnir, Miðflokkurin og Framsókn, hava ávikavist framgongd uppá tvey prosent og 2,2 prosent í kanningini, og høvdu varðveitt sínar tingsessir. Sjálvstýri hevði mist einsamalla tingsessin, sum flokkurin fekk á valinum seinast.
Fólkaflokkurin 7 tingsessir (-1 í mun til LV19)
Sambandsflokkurin 6 tingsessir (-1 í mun til LV19)
Javnaðarflokkurin 10 tingsessir (+3 í mun til LV19)
Sjálvstýri 0 tingsessir (-1 í mun til LV19)
Tjóðveldi 6 tingessir (Eingin broyting í mun til LV19)
Framsókn 2 tingsessir (Eingin broyting í mun til LV19)
Miðflokkurin 2 tingsessir (Eingin broyting í mun til LV19)
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 18. februar 2021
Samanumtikið hevur gingið væl við koppsetingini, er niðurstøðan í nýggjari støðulýsing, sum Heilsumálaráðið hevur almannakunngjørt – Føroyar hava koppsett fleiri fyri hvørji 100 íbúgvar enn onnur Norðurlond, og tey flestu, sum hava fingið tilboð um koppseting, hava tikið av
30. desember 2020 varð farið undir at koppseta fyri covid-19 í Føroyum, og tey, sum fingu fyrstu koppsetingarnar, verða nú endurkoppsett.
Samanumtikið hevur gingið væl við koppsetingini, undirtøkan hevur verið sera góð, og gagnnýtslan av koppingarevni hevur verið høg, skrivar Heilsumálaráðið.
Koppsetingarbólkurin hevur nú gjørt eina støðulýsing av koppsetingartilgongdini frá 30. desember til 17. februar 2021. Hetta er tann fyrsta støðulýsingin av sínum slag, og koppsetingarbólkurin fer at dagføra støðulýsingina regluliga komandi mánaðirnar.
2,3 prosent av fólkinum liðugt koppsett
Í tíðarskeiðnum 30. desember 2020 til 17. februar 2021, vórðu 5.355 koppsetingar givnar í Føroyum.
Tilsamans eru 4.134 fólk koppsett í Føroyum, ið svarar til 7,8 prosent av fólkatalinum. Av teimum hava 1.221 fingið bæði fyrru og seinnu koppsetingina, og eru tey sostatt liðugt koppsett. Hetta merkir, at 2,3 prosent av fólkinum í Føroyum eru liðugt koppsett.
Av teimum, sum hava fingið fyrru koppsetingina í Føroyum, er talan um 3.226 heilsu- og røktarsvarsfólk, 586 búfólk á ellis- og røktarheimum, 295 sjúklingar í serligum vandabólkum, og 27 avvarðandi hjá sjúklingum í vandabólki.
Av teimum, sum eru liðugt koppsett eru 1.220 heilsu- og røktarstarvsfólk og ein sjúklingur í serligum vandabólki.
Øll heilsu- og røktarstarvsfólk í fremstu røð hava fingið bjóðað koppseting. Somuleiðis hava øll búfólk á ellis- og røktarheimum á eldraøkinum fingið koppsetingina í boðið.
Enn vanta búfólkini á bústovnum undir Almannaverkinum. Hesi verða eftir ætlan koppsett, tá farið verið undir aftur at koppseta, verður upplýst.
Hava koppsett fleiri kvinnur enn menn
Í støðulýsingini sæst eisini kynsbýtið á teimum, sum eru koppsett í Føroyum.
Bert 1.000 menn eru koppsettir í Føroyum, restin eru kvinnur. Hetta, tí at fleiri kvinnur arbeiða sum heilsu- og røktarstarvsfólk.
Tá hugt verður at aldursbýtinum sæst, at fleiri fólk, sum hava tikið av tilboðnum um koppseting eru í aldrinum 50 - 59 ár. Fá fólk eru í aldursbólkinum 16 -19 ár.
Higartil hava flest øll, sum hava fingið boðið koppseting, tikið av.
Klára okkum væl samanborið við onnur Norðurlond
Samanborið við onnur Norðurlond gongst eisini rættiliga væl at koppseta í Føroyum.
Víst verður til hagtøl hjá Our World in Data frá 16. februar, sum vísa á, at Føroyar hevur givið 10,96 koppsetingar fyri hvørji 100 íbúgvar, sum er omanfyri Danmark, Svøríki, Ísland, Finnland og Noreg.
Í Danmark er talið 6,99, og í Íslandi 5,85. Svøríki hevur lægsta talið – 4,53.
Sambært støðulýsingini verður væntað, at øll eru vorðin koppsett í juni, men hetta er tó treytað av, at nóg mikið av koppingarevni er tøkt.
Steðgur hevur verið í koppsetingunum síðani 9. februar, meðan bíðað verður eftir nýggjari sending av koppingarevni. Væntandi kemur nýggj sending til Føroyar í hesi vikuni, og koppsetingin verður tikin uppaftur skjótast gjørligt.
Øll støðulýsingin kann lesast her.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 19. februar 2021
Persónurin, sum kom til Føroyar sunnudagin, varð smittaður við B117. Tey sum sótu nær við viðkomandi hava fingið boð um at kanna seg aftur
Nú er staðfest, at tað er bretska frábrigdið av koronu, sum varð funnið á flogvøllinum í Vágum sunnudagin.
Týsdagin varð kunngjørt, at ein persónur hevði fingið staðfest smittu við komu til Føroyar, og at fyribils kanningar av nýggja tilburðinum vístu, at talan er um bretsku útgávuna av Covid-19, sum nevnist B.1.1.7.
Lars Fodgaard Møller sigur við KVF, at ferðafólkini, sum vóru við flogfarinum sunnudagin, eru mint á tilmælini um heimauppihald, og at tey skulu vera sera ansin næstu dagarnar.
Tey, sum sótu nær við tann smittaða, eru biðin um at lata seg kanna fjórða dagin - tað vil siga í dag.
Hetta eru aðru ferð, at bretska frábrigdið er í Føroyum. Hetta ávirkar einki viðvíkjandi verandi tilmælum.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 18. februar 2021
Stórur krani mátti boðsendast fyri at fáa bilin uppaftur
Førarin hevur helst verið óansin, tá ein ruskbilur hjá IRF gleið av vegnum undir Ryski í Sørvági um middagsleitið í mánadagin.
Rættiliga høgt er niðurfyri júst har, sum bilurin gleið omanav, so bilurin kom at standa upp eftir enda við gronini á vegahædd og afturendanum niðri í túnunum framman fyri húsini undir vegnum.
Seinnapartin varð ein stórur kranabilur boðsendur á staðið, og ruskbilurin bjargaður uppaftur.
(Mynd: Sonni Jacobsen)
(Mynd: Sóley H. Gásdal)
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 15. februar 2021
Lógin um Landsbanka Føroya staðfestir, at landskassin skal hava 15 prosent av BTÚ í minstagjaldføri. Í 2020 skuldi landskassin soleiðis hava í minsta lagi 2,9 milliardir krónur í gjaldføri. Gjaldførið við ársenda var 4,7 milliardir
Myndin niðanfyri vísir gongdina í gjaldførinum hjá landskassanum í 2020. Myndin vísur, at gjaldførið við ársbyrjan 2020 var um 600 milliónir krónur omanfyri minstagjaldførið, men at tað fellur niður móti minstagjaldførinum, tá covid-19 rakar.
Eitt av tiltøkunum hjá landsstýrinum var at útseta MVG-gjaldið frá fyrsta ársfjórðingi til triðja ársfjórðing, fyri at lætta um gjaldførið hjá fyritøkunum, meðan samfelagið var afturlatið. Eisini var freistin at rinda tollgjøld longd.
Av tí at óvissan um inntøkur og útreiðslur landskassans var so stór í byrjanini av Covid-19 farsóttini, valdi løgtingið harafturat í juni 2020, tá landskassin kortini skuldi út at endurfíggja eitt lán, at læna 1,6 milliardir krónur eyka. Lánið á 1,6 milliardir krónur skuldi dekka hall á fíggjarlógini í 2020 og 2021. Fíggjarmálaráðið metti tá, at undirskotið fór at vera 1,1 milliardir krónur í 2020 og 500 milliónir krónur í 2021. Tí sæst stóra lopið á myndini. Samlaða lántøkan var 2,945 milliónir krónur, har 1,345 milliónir skuldi brúkast til at rinda skuld, sum fald til gjaldingar.
Síðani juni 2020 hevur gjaldføri landskassans ligið millum 4 og 5 milliardir krónur.
Gjaldførið landskassans var við ársbyrjan umleið 600 milliónir krónur yvir minstagjaldførið. Við ársenda 2020 var gjaldførið 1,8 milliardir krónur yvir minstagjaldførið. Gjaldførið av lántøkuni í juni 2020 á tær 1,6 milliardir krónurnar er tí enn tøkt.
Higartil, hevur landskassin enn bert trekt á yvirskotsgjaldførið, sum landskassin hevði við ársbyrjan.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 15. februar 2021
Tað eru 400 milliónir fleiri enn við ársenda í 2019. Gjaldførið var 1,2 millión hægri
Við ársenda 2020 var lánsbrævaskuld landskassans 5,3 milliardir krónur. Samstundis var gjaldførið hjá landskassanum 4,7 milliardir krónur. Tað vil siga, at nettoskuldin, tað er skuld frátrekt gjaldføri, var 600 milliónir krónur við ársenda 2020.
Samanborið við ársenda 2019 var lándsbrævaskuldin hjá landskassanum 3,7 milliardir krónur og gjaldførið 3,5 milliardir, tað vil siga ein nettoskuld á 200 milliónir krónur.
Skuldin hjá landskassanum er sett saman við fimm lánsbrævarøðum. Øll lán eru standandi – tað vil siga, at bara renta (og ikki avdráttur) verður goldin í lánitíðini. Lániupphæddin verður goldin aftur í einum, tá ið lánitíðin er av.
Fyrsta myndin vísir miðalrentuna við ársenda, sum landskassin rindar av lánsbrævaskuldini. Í 2020 rindaði landskassin í miðal 0,51 prosent í rentu av sínum lánum. Rentan, sum Føroyar rinda í sambandi við lántøku, er nógv minkað seinastu 10 árini. Í 2011 var rentan á lánsbrævaskuldini í miðal 3,04 prosent. Um rentan var á sama støði sum í 2011, høvdu rentuútreiðslurnar hjá landskassanum verið í miðal 133 milliónir krónur hægri fyri verandi skuld á 5,3 milliardir krónur.
Vanliga endurfíggjar/tekur landskassin lán á hvørjum ári. Í juni 2020 tók landskassin tvey lán, eitt tvey ára lán á 1,3 milliardir krónur, her var effektiva rentan -0,081 prosent, og harumframt eitt 5-ára lán á 1,645 milliardir krónur, við eini effektivari rentu á 0,185 prosednt. Samlaða lántøkan í 2020 var tí 2,945 milliardir krónur, harav 1,345 milliardir vóru nýttar at rinda lán aftur við, meðan tær 1,6 milliardirnar er partur av gjaldføristilbúgvingini hjá landsstýrinum orsakað av Covid-19.
Næsta lán hjá landskassanum fellur til gjaldingar í juni 2021 og er 1,35 milliardir krónur stórt. Av tí at undirskotið á fíggjarlógini í 2020 verður væl minni, enn mett tá lántøkan í juni 2020 fór fram, er ríkiligt til av gjaldføri í landskassanum. Tí er væntandi, at landskassin fer at rinda niður av lánsbrævaskuldini í sambandi við komandi lántøku í juni.
Ársfrágreiðing Landsbankans
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 19. februar 2021
Stjórin í Bakkafrost kosin "edie Sustainability Leaders Awards 2021”
3. februar var “edie Sustainability Leaders Awards 2021” á skránni. Talan er um størsta virðislønin innan burðardygd í Onglandi, og fleiri av heimsins størstu fyritøkum luttaka í kappingini. Millum luttakararnar í 2021 taldust millum annað Nestlé, PepsiCo, Vodafone, Heineken, Virgin, CocaCola og Starbucks.
Bakkafrost var tilnevnt til tvær virðislønir. Biogassverkið FØRKA var tilnevnt í bólkinum “Circular Economy Innovation of the Year”, og Regin Jacobsen var tilnevndur í bólkinum “Business Leader of the Year”.
Og stjórin í Bakkafrost gjørdi ikki mætari enn at ogna sær heitið “Business Leader of the Year 2021”. Grundgevingin hjá teimum 18 dómarunum ljóðar soleiðis:
- Regin hevur áhaldandi arbeitt við at skapa broytingar í eini vinnu, har tørvur veruliga var á broytingum. Hann hevur verið nýhugsandi og er farin framum bert at hugsa um hansara egnu fyritøku. Hann hevur eisini luttikið í politiskum kjakum til tess at skapa langtíðar-broytingar gjøgnum fleiri átøk, ið fevna ógvuliga breitt.
Regin Jacobsen fegnast um heiðurin og leggur dent á, at hetta er ein viðurkenning av tí innsatsi, sum starvsfólk og leiðarar í Bakkafrost saman hava avrikað.
- Øll starvsfólk í Bakkafrost eiga heiðurin av teimum frambrotum, sum eg sum stjóri fyri Bakkafrost fái viðurkenning fyri við hesi virðisløn. Starvsfólkahópurin hevur við ágrýtni framt munagóð átøk móti eini enn burðadyggari framleiðslu og vøru. Um ein skal røkka tílíkum úrslitum, skal eitt toymisavrik til. Eingin ger nakað einsamallur, og við tí stødd sum felag okkara hevur, skal ein røð av dugnaligum starvsfólkum til, sigur Regin Jacobsen í viðmerking.
Hóast Bakkafrost hevur sett mong átøk í verk seinastu árini, metir Regin Jacobsen, at møguleikarnir innan burðardygd framvegis eru nógvir.
- Vit hava viðurkent, at á mongum økjum kunnu vit gera munagóð átøk. Nøkur av teimum eru sett í gongd, meðan vit hava enn fleiri, sum vit framvegis arbeiða við. Vit eru í tí hepnu støðu at hava broytingarsinnaði starvsfólk og leiðarar, sum er týdningarmesta fortreytin fyri, at vit kunnu fremja átøk innan burðardygd. Vit eru eisini sera heppin at arbeiða við heilsugóðari matvøru, sum heiminum tørvar; so vit hava ein framúr góðan møguleika at taka okkara part av ábyrgdini, og harvið framleiða matvørur í heimsflokki, bæði tá tað ræður um dygd eins væl og burðardygd, sigur Regin Jacobsen.
Kelda: bakkafrost.com
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 18. februar 2021
Búnaðarstovan hevur nú gjørt niðurstøðu í málinum móti Hans Kristian Abrahamsen
Tað verður ikki reist mál um misrøkt móti Hans Kristian Abrahamsen, festara í Oyndarfirði í sambandi við eitt mál um illa røktaðan seyð.
Tað var í einum innslagi í Degi & Viku 18. mai í fjør, at festarin var lagdur undir misrøkt. Málið varð latið Búnaðarstovuni, sum hin 27. januar kom við niðurstøðu í málinum.
“Búnaðarstovan hevur staðfest, at festarin hevur fylgt teimum áleggingum, sum Búnaðarstovan hevur givið boð um, og Búnaðarstovan hevur tí gjørt niðurstøðu um, at seyðurin eftirsíðan er væl handfarin við heilivági, eyðmerking og uppteljing. Búnaðarstovan hevur eisini fylgt tí djóralæknafrágreiðing, sum varð givin tann 10. juni 2020.
Við tað, at talan ikki er um mál um mistøkt... verður málið hervið lokað”, skrivar Búnaðarstovan.
Í skrivi sent miðlunum greiðir Hans Kristian Abrahamsen, bóndi, frá, at hannyvirtók festið í Oyndarfirði í juli 2019, og tá vísti tað seg millum annað, at munandi færri seyðir vóru í haganum, enn tað sum upplýst var frammanundan.
Eisini vísti tað seg, at seyðurin var ringur at fáast við, og fleiri ær høvdu nógvar pesjur og høvdu helst ikki verið í rætt í fleiri ár.
“Allar ærnar sum komu í rætt fingu heilivág sum fyriskrivað er, men nógvur seyður gekk eftir í haganum, og tað var av hesum seyðinum, sum ikki hevði fingið heilivág og heldur ikki var komin at fáa sær at eta, at fleiri vóru deyðar,” sigur Hans Kristian Abrahamsen.
“Fleiri ær sum vóru komnar í rætt máttu avlívast, tí tær fóru ikki upp í vekt, hóast tær blivu væl fóðraðar. 69 prosent av lombunum sum blivu flett hetta árið vigaðu niðanfyri 24 pund, og hvør gørn var full av bendilormi. Harafturat var nógv lús á seyðinum,” sigur Hans Kristian Abrahamsen.
Síðani 18. mai í fjør hevur Búnaðarstovan fylgt við festinum, og nú hevur Búnaðarstovan endaliga staðfest, at núverandi festari hevur fylgt øllum mannagongdum, og at seyðurin er væl handfarin.
Lombini á festinum sum vórðu flett í heyst vigaðu í miðal umleið 5 pund meira, enn miðalvektin var á lombunum í 2019, upplýsir Hans Kristian Abrahamsen.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 18. februar 2021
Uppskotið hjá Jørgeni Niclasen um at hybridbilar eisini skulu fáa avgjaldslætta, varð endaliga samtykt hósdagin
Við 16 atkvøðum fyri og 14 ímóti varð uppskotið hjá Jørgeni Niclasen, landsstýrismanni við fíggjarmálum, endaliga samtykt seinnapartin.
Sostatt fáa bæði hybridbilar og plug-in hybridbilar avgjaldslætta eins og el-bilar fáa.
Seks tingfólk úr andstøðubi skutu upp at taka hybridbilar úr lógini, og lata plugin hybridbilar vera verandi. Hetta broytingaruppskotið vann ikki frama, og varð ikki samtykt. Heldur ikki tað at fáa málið aftur í nevnd varð samtykt.
Fleiri samgongulimir gjørdu vart við, at tað ikki var eitt gott hugskot at hava hybridbilar við í uppskotinum, men kortini varð tað endaliga samtykt av samgonguni.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 18. februar 2021
Hósdagin varð Ritan sett aftur í siglingina til Fugloyar og Svínoyar
50 ára gamla strandfaraskipið Ritan er nú farið aftur í fasta sigling millum Hvannasund, Svínoy og Fugloy.
Um middagsleitið mikudagin var Ritan ein royndartúr “á gomlum gøtum”. Hon fór ein túr út eftir somu leið, sum hon røkti í nógv ár, nevniliga til Nólsoyar, har hon legði at á pierinum, eins og hon plagdi.
Ritan hevur verið til á beding hjá Mest til vanligt eftirlit, og er nú handað Strandferðsluni aftur. Men hildið varð ikki vera ráðiligt at føra lítla strandfaraskipið um Mjóvanes og aðrar vandaleiðir beinanvegin.
- Ritan er nú klár at seta í sigling aftur. Men av tí at tað er rættiliga fitt av aldu í dag, so bíða vit við at sigla hana norður til Hvannasunds til í morginárið, segði Jóhan Petur Abrahamsen, rakstrarleiðari hjá Strandfaraskipum Landsins við Portalin mikudagin.
Evy Toftegaard tók myndirnar av Rituni úti í Nólsoy.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 17. februar 2021
Nýtt mikrobryggjarí – Biskupskelda – er farið at bryggja
Triðja bryggjaríið í Føroyum sær nú dagsins ljós. Biskupskelda er nýtt mikrobryggjarí í Vági.
Biskupskelda bryggjar ófiltrerað øl – og eins og onnur mikrobryggjarí kring heimin, er talan um framleiðslu við handakraft – crafted beer – frá byrjan til enda, har talan er um framleiðslu av special-øl.
Nýggja bryggjaríið fer at leggja seg eftir at bryggja ser-øl til øl-elskarar. Fyrsta ølin fær heitið Huldugentan, og kemur á marknaðin mitt í mars. Talan er um eina IPA-øl, sum hevur fingið sera góð skoðsmál á ølsmakking fyri innbodnum.
Í apríl mánaði koma so tvær øl afturat á marknaðin, ein pilsnar og ein gulløl.
Navnið Biskupskelda stavar frá staðarnavni við gomlu bygdagøtuna millum Vág og Fámjin. Biskupskelda er nakað sunnan fyri Ryskivatn, við vegin, sum í dag gongur niðan til Ryskivatn.
Navnið Biskupskelda er elligamalt og tað er ikki greitt, hvagani navnið kemur, men tá vágbingar fyrr til gongu fóru norður í hagan í Bjørgunum at reka, so varð altíð steðgað á við Biskupskeldu at fáa sær at drekka – og sagt varð, at vatnið úr Biskupskeldu skuldi verða heilsugevandi.
Høvuðsinnhaldið í øl er vatn. Vatnið, sum verður brúkt til ølframleiðsluna hjá Biskupskeldu, er úr sama økið, sum heilsugevandi vatnið í kelduni Biskupskeldu.
Dennis Holm, júst fráfarni borgarstjórin í Vági, er stjóri í íverksetarafelagnum handan nýggja bryggjaríið. Hann sigur eisini í nevndini saman við Bárði Gunnarstein Nielsen og Magnusi Brattaberg, ið er nevndarformaður.
Dennis Holm er stjóri í nýggja bryggjarínum (Savnsmynd: Ólavur Frederiksen)
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 17. februar 2021
Handilin er umvældur og nútímansgjørdur
Seinastu vikurnar hevur Keypsamtøkan í miðbýnum í Havn verið stongd orsakað av stórari og umfatandi umvæling.
Dyrnar lótu upp aftur týsmorgunin, og tað er ein hamskiftur handil, sum sett gongd á kassaapparatini aftur.
Tað var í 1956, at Keypsamtøkan á fyrsta sinni flutti yvir í Dr. Jakobsensgøtu, og núverandi bygningurin, sum FK húsast í, varð bygdur í 1972.
Føroya Keypsamtøka hevur sjey handlar kring alt landið.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 16. februar 2021
Landsstýrismaðurin sinnaður at uppstiga kokkaútbúgvingina í Klaksvík, um grundarlag er fyri tí
Hóast skúli varð bygdur til endamálið í 2016, so verða framvegis allir kokkalærlingar sendir til Danmarkar at ganga í skúla.
Útbúgvingarmøguleikarnir innan matgerð, sum í løtuni er á Tekniska skúla í Klaksvík, fevnir bert um hesar útbúgvingarnar: gastronomhjálpari, gastronomur, føðsluhjálpari og føðsluatstøðari.
Tey, sum læra til kokk á matstovunum verða send til Danmarkar.
Tað upplýsir Jenis av Rana, landsstýrismaður við kenslumálum í svari til Eyðgunn Samuelsen, tingkvinnu fyri Javnaðarflokkin.
Eyðgunn, sum sjálv starvast á Tekniska skúla í Klaksvík, setti landsstýrismanninum nakrar spurningar í sambandi við, at vantandi kokkaútbúgving í Føroyum varð umrødd í Blaðnum Vikuskifti herfyri.
Les eisini: Matstovuvinnan eftirlýsir kokkaútbúgving
Upp á fyrispurningin um hvussu nógvir føroyskir kokkalærlingar verða sendir til Danmarkar, svarar Jenis av Rana, at tað eru allir, hóast møguleiki er at taka fyrsta og annað skúlaskeið í Klaksvík.
10 lærusáttmálar vóru undirskrivaðir í 2020, og hetta samsvarar við miðaltalið av lærusáttmálum á økinum seinastu 10 árini. Flest lærusáttmálar vórðu undirskrivaðir í 2014 og 2018, tá 15 lærusáttmálar vórðu undirskrivaðir, upplýsir landsstýrismaðurin.
Um landsstýrismaðurin ætlar at uppstiga verandi kommaútbúgving, svarar Jenis av Rana:
- Tá nýggju hølini vóru bygt og innrættað til matvøruútbúgvingina í 2016, var endamálið, at skúlagongdin í sambandi við matvøruútbúgvingarnar, gastronom/kokk og kost-&føðslu, skuldu kunna takast í Føroyum. 1. og 2. skúlaskeið, og útbúgvingarnar gastronomhjálpari og føðsluhjálpari hava verið á skúlanum síðan. Karmarnir eru sostatt til staðar, og kostnaðurin av at bjóða fleiri skúlaskeið er avmarkaður til fleiri undirvísingartímar og tilfar.
Hevur ikki verið grundarlag
- Nøktandi lærlingagrundarlag hevur tó ikki verið fyri fleiri skúlaskeiðum. Við vaksandi matstovuvirksemi og áhuga fyri mati og matmentan sum heild í Føroyum, er møguligt, at grundarlag verður fyri fleiri skúlaskeiðum í framtíðini. Harumframt hevur Yrksidepilin nú tikið stig til at fara undir at lýsa, hvørjar avbjóðingar vinnan heldur eru við verandi útbúgving, og um møguligar tillagingar skulu gerast.
- Vísir tað seg, at grundarlag er fyri at uppstiga verandi útbúgving á Tekniska skúla í Klaksvík, soleiðis at til ber at taka alla útbúgvingina í Føroyum, er hetta nakað eg vil viðgera við vælvild.
- Vísir tað seg, at grundarlag er fyri at uppstiga verandi kokkaútbúgving á Tekniska skúla í Klaksvík, verður støða tikin til eina møguliga hækkan av játtanini í sambandi við viðgerð av komandi fíggjarlóg, sigur Jenis av Rana í svarinum.
Eyðgunn Samuelsen spurdi eisini um kostnaðin av at senda hesar lærlingar til Danmarkar.
Jenis av Rana upplýsir, at um øll fýra skeiðini verða tikin í Danmark, er kostnaðurin av ferðaendurgjaldinum tilsamans 10.400 krónur fyri hvønn lærling – 2.600 krónur fyri hvørt skúlaskeið.
Lønarendurgjald verður eisini givið, men tað er tað sama, um frálæran fer fram í donskum ella føroyskum skúla.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 16. februar 2021
Hevur drúgvar royndir sum verkætlanarleiðari, ráðgevandi verkfrøðingur og GIS-ráðgevi
Fríður Pállson Dalsgarð er settur í starv sum býarverkfrøðingur í Tórshavnar kommunu. Hann avloysir Heina Eysturoy í starvinum.
Fríður er havnarmaður og 46 ára gamal. Hann er útbúgvin sivilverkfrøðingur í uppmáting, GIS og jarðalisfrøði
Hann hevur drúgvar royndir sum verkætlanarleiðari, ráðgevandi verkfrøðingur og GIS ráðgevi.
Fríður hevur frá 2006 til 2009 og aftur síðani frá 2016 verið partur av leiðsluni hjá fyritøkuni Munin. Hann hevur harumframt drúgvar starvsroyndir sum undirvísari á Danmarks Tekniske Universitet og á Føroya Studentaskúla og HF Skeiði í Hoydølum. Síðani 2010 hevur hann verið limur í kærunevndini í lendismálum.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 18. februar 2021
Varð bygd fyri at at fólk við avbjóðingum ótarnað kundu stytta sær stundir við sílatráðuni
Í gjáramorgunin máttu fólk heima á Sandi ásanna, at stórar kreftir eru upp á spæl, tá røringur kemur á ísin, ið legðist á Sandsvatn í kuldanum.
Ein fiskibrúgv, sum varð gjørd fyri nógvum árum síðani til fólk við rørsluavbjóðingum at sita ótarnað við sílatráðuni, brotnaði, og er ikki brúkilig longur.
Brúgvin megnaði ikki at standa móti ísinum, sum kom rekandi inn eftir vatninum, skrivar Sands kommuna á Facebook.
Soleiðis sá brúgvin út áðrenn ísurin máaði støðið undan henni (Mynd: Pól Sundskarð)
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 16. februar 2021
Føroyingar í Svøríki sleppa nú undan at søkja um svenskt koyrikort og kunnu halda fram at brúka føroyska koyrikortið
Svenska stjórnin hevur gjørt undantak í koyrikortlógini, soleiðis at føroyingar ikki longur noyðast at skifta til svenskt koyrikort fyri at kunna halda fram at koyra í Svøríki.
Higartil hava føroyingar annars brúkt føroyska koyrikortið tað fyrsta árið, teir vóru búsitandi í Svøríki, men síðani noyddust teir at søkja um svenskt koyrikort, tá teir høvdu búð í landinum í meira enn eitt ár. Men hetta kravið fór úr gildi 1. januar 2021, skrivar Fíggjarmálaráðið.
Føroyingar, sum búgva, arbeiða ella lesa í Svøríki, sleppa sostatt at halda fram at brúka føroyska koyrikortið á svensku vegunum.
Føroyar hava í nógv ár trýst á sviar um at sleppa hesum kravinum um, at føroyingar skulu útvega sær svenskt koyrikort, og nú hevur svenska stjórnin so avgjørt at strika kravið.
Jørgen Niclasen, landsstýrismaður við fíggjarmálum, fegnast um, at føroyska koyrikortið loksins verður javnsett við tað svenska koyrikortið, og at tað nú gerst lættari hjá føroyingum at koyra bil í Svøríki.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 15. februar 2021
Undanfarna fríggjadag hevði Bárður á Steig Nielsen, løgmaður, sín fyrsta fund í Vakstrarforum, ið er ein arbeiðsbólkur, sum skal virka fyri burðardyggum virðisvøkstri í føroyska samfelagnum
Á fundinum umrøddi Vakstrarforum, hvørji høvuðsøki í samfelagnum eru mest uppløgd at arbeiða meira nágreiniliga við, og sum harvið skulu raðfestast politiskt.
Ein niðurstøða av fundinum var, at Vakstrarforum beinanvegin eigur at arbeiða við havinum sum vakstrarøki. Vakstrarforum er samt um at viðgera nærri, hvussu enn størri virði kunnu gagnnýtast úr havinum á ein burðardyggan hátt, og hvussu hetta best gerst tættur í einum ringbúskapi. Á næsta fundi verður hetta viðgjørt nærri, samstundis sum onnur øki verða eyðmerkt at viðgera í Vakstrarforum.
Fyrrverandi danski forsætisráðharrin, Lars Løkke Rasmussen var eina løtu gestur á fundinum gjøgnum video. Hann greiddi frá sínum royndum við at leiða ymisk forum.
– Føroyar skulu fyrireika seg til framtíðina. Vit skulu taka av teimum møguleikum, sum tøknin og sambandið við umheimin gevur okkum. Vælferðin kemur ikki av sær sjálvari. Tí havi eg sett eitt vakstrarforum á stovn, ið skal seta nøkur ýti. Við hesum stinga vit út í kortið og tryggja vælferðina í framtíðini, segði løgmaður eftir fundin.
Endamálið við Vakstrarforum er at birta upp undir virðisøking í siðbundnu vinnunum og alternativum framtíðarvinnum í Føroyum. Vakstrarforum er tíðaravmarkað til hálvt annað ár – tað skal virka frá februar 2021 til juni 2022, tá ið ítøkilig uppskot um virðisøking skulu vera komin burturúr.
Ein samanumtakandi frágreiðing verður eftir ætlan liðug á sumri 2022. Vakstrarforum er samansett av fólkum við servitan úr ymiskum vinnugreinum, arbeiðsmarknaði, gransking, íverksetan, orku, burðardygd og øðrum.
Tíðindaskriv frá Løgmansskrivstovuni
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 13. februar 2021
Seinastu mánaðirnar hevur hon verið virkandi stjóri – hon byrjar 1. mars
Katrin Thorsvig Hansen er sett í starv sum stjóri á Dátueftirlitinum.
Hon er útbúgvin løgfrøðingur, og hevur viðkomandi royndir á persónsupplýsingarøkinum. Hon var eitt nú samráðingarleiðari hjá danska Løgmálaráðnum, tá ið samráðingar vóru um nýggju ES-Persóndátufyriskipanina - eisini rópt GPDR. Katrin hevur eisini havt ein týðandi leiklut í arbeiðinum at orða nýggju dátuverndarlógina í Føroyum, sum kom í gildi um ársskiftið.
Seinasta mánaðirnar hevur hon verið virkandi stjóri á Dátueftirlitinum.
Katrin Thorsvig Hansen er 39 ára gomul, og er ættað úr Nólsoy.
Hon byrjar í stjórastarvinum tann 1.mars 2021.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 19. februar 2021
Heldur enn at selja gamla havrannsóknarskipið sum gamalt jarn, skjóta kavarar upp at Magnus Heinason verður eftirgjørt riv í Kaldbaksbotni
Magnus Heinason eigur at vera søktur og brúktur at kava niður á, halda kavarar.
Teir hava nú gjørt eina undirskriftinnsavning um hetta, og higartil hava næstan 150 fólk skrivað undir á heimasíðuni change.org.
Grundgivið verður við, at tað helst ikki er tann stóri vinningurin í at selja lagda havrannsóknarskipið sum gamalt jarn.
Við at lata Magnus Heinason søkka á góðum og tryggum staði, kann landsstýrið skapa karmar fyri ferðavinnuna/kavaravinnuna.
(Savnsmynd: Jens Kr. Vang)
- Tað er ein vaksandi áhugi í Føroyum at útbúgva seg innan kaving. Og eisini er sera stórur áhugi millum útlendingar at koma her at uppliva ymiskt. Har hevði skipið komi til sín rætt, og vit kunnu vísa á, at her eru skip sum ein kann gera eitt ella fleiri kav niður á, í tryggum umstøðum.
- Ein slík íløga fer at vera fleiri falda aftur í krónum og oyrum í landskassanum, tá í landið einaferð fer at taka ímóti turistum aftur. Og hartil kann tilbúgvingin eisini njóta gott av tí til venjingar. Samstundis fær Kaldbaksbotnur ein møguleika at blomstra við djóralívi á einum eftirgjørdum rivi.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 14. februar 2021
Árið í fjør gjørdist sera gott, og avlopið smeyg sær upp ímóti 9 milliónum krónum aftaná skatt
Gongdin hjá Pf. Bergfrost hevur í fleiri ár verið støðug og góð, men árið í fjør gjørdist serstakliga gott, tá felagið trífaldaði avlopið, ið smeyg sær upp ímóti 9 milliónum krónum aftan á skatt.
Tað skrivar Business Line á heimasíðuni.
Pf. Bergfrost varð stovnað í 1995 og fór at taka ímóti frystivørum í februar 1996. Grundhugskotið, sum Bergfrost byggir á, var at taka ímóti frystum pelagiskum fiskavørum. Síðani hevur Bergfrost víðkað grundarlagið til at fevna um frystivørur úr havinum yvirhøvur.
Fyrimunirnir vóru fleiri: Fuglafjørður fekk grót til havnagerð, sárið í náttúruni varð ósjónligt, og bergholið kundi brúkast til goymslu. Bergfrost er einasta frystigoymsla í Føroyum, sum hevur sítt virksemi undir fjall.
Bergfrost tekur ímóti fiskavørum frá mest sum øllum skipabólkum – eitt nú rækjutrolarum, pelagiskum skipum, flaka- og verksmiðjuskipum og farmaskipum, sum sigla í Norðuratlantshavinum.
Umsorgan fyri umhvørvinum var startskotið til at spreingja frystigoymslur inn í fjallið. Hildið var, at sárið í náttúruni gjørdist ov sjónligt, um grótbrotið við Fuglafjørð varð víðkað norðureftir. Framskygdir kommunustýrislimir skutu í staðin upp, at farið varð longur inn í fjallið eftir grót.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 15. februar 2021
Skrokkurin til størsta danska uppsjóvarskipið kom farna vikuskiftið til Skagen, har skipið skal gerast liðugt
Stóri skrokkurin til nýbyggningin hjá Gullak Madsen, kom farna leygardag til Skagen.
Talan er um Ruth, sum skal hava heimstað í Hirtshals, og sum nú skal gerast liðugt hjá Karstensens Skibsværft í Skagen.
Talan er um ein skrokk, sum er heili 90 metrar langur, og knappar 18 metrar beiður.
Skipið skal eftir ætlan handast reiðarínum í juli.
Gamla Ruth ikki til Føroyar kortini
Núverandi Ruth, sum Gullak Madsen yvirtók úr Noregi í samband við, at norðmenn keyptu undanfarnu Ruth frá 2016, skuldi eftir ætlan kom í føroyska flotan, har eitt felag skuldi brúka skipið at fiska reyðæti, men soleiðis verður ikki kortini.
Sum skilst, so fingu føroysku keypararnir ikki neyðugu fíggingina til vega, og tí verður Ruth nú seld til Russlands.
Føroysk uppsjóvarskip næst í røðini
Eitt er tað, at Gullak Madsen, sum hevur búð í Hirtshals seinastu mongu árini, er føroyingur, men næsti nýbygningurin, sum skal gerast klárur at koma til Skagen, er eisini føroyskur.
Talan er um skrokkin hjá nýggja Christian í Grótinum, sum er sama slag, sum Ruth, tó er yvirbygningurin ein heilt annar.
Skrokkurin hjá nýggja Christian í Grótinum verður eftir ætlan klárur at sleipast til Skagen um eitt hálvt ár. Nýggi Christian í Grótinum skal handast reiðarínum fyrst í komandi árið.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 14. februar 2021
Neyðhjálparfelagsskapurin vísir á, at tað krevur søguliga stórt átak ikki at missa eitt heilt ættarlið burturímillum
Umframt at hava skapt søguliga stóra heilsukreppu um allan heim hevur covid-19 gjørt tær kreppur, ið longu eru, hvaðna verri og drúgvari.
Tað ørkymlar Karen Hækkerup, aðalskrivara í UNICEF Danmark:
- Vit eru í eini neyðstøðu, har covid-19 saman við øðrum kreppum forðar børnum at verða koppsett og fáa læknahjálp, tey fáa ikki vatn og drekka og skúlagongd – sagt øðrvísi, so er vandi fyri, at kreppan tekur møguleikan til eina góða framtíð frá teimum, sigur Karen Hækkerup.
ST-neyðhjálparfelagsskapurin UNICEF hevur ikki áður verið í Føroyum, men verður tað nú og frameftir, vísir Karen Hækkerup á:
- Vit vita, at føroyingar fegin hjálpa neyðstøddum børnum úti í heimi, og tí biðja vit nú eisini føroyingar um hjálp. Standa vit saman, kunnu vit hjálpa heimsins børnum gjøgnum tær myrkastu tíðirnar og sleppa undan, at eitt heilt ættarlið fer fyri skeytið. Og hóast uppgávan, sum liggur fyri okkum, er ovurhonds, eru grundir at hava góðar vónir.
Nógvir eru møguleikarnir hjá føroyingum at hjálpa UNICEF at hjálpa børnum úti í heimi. Til dømis ber til at stuðla við 100 krónum fast hvønn mánað sum Heimsforeldur, og tað kann gera veruligan mun fyri framtíðina hjá mongum børnum.
Fær UNICEF teir pengar, ið krevjast, kann felagsskapurin røkka út til 6,3 milliónir børn við viðgerð fyri bráðkomið maktarloysi av vánaligari føðslu. Mett verður, at á leið 36 milliónir børn – fleiri enn nakrantíð áður – eru rikin úr heimum sínum av stríði, harðskapi og vanlukkum.
- Hesi børnini fáa ikki hjálp, um vit ikki koma fram við øllum tí mest grundleggjandi sum vatni og mati. Tí biðja vit í ár heimssamfelagið um størri upphædd enn nakrantíð áður, sigur Karen Hækkerup.
Kreppan ávirkar skúlagongdina
Tað er ikki bara heilsan hjá børnum, ið svíður fyri covid-19. Alheims farsóttin hevur eisini elvt til útbúgvingarkreppu.
Í farsóttini hava stívliga 1,6 milliardir børn ikki kunnað verið í skúla. Í Føroyum og aðrastaðni varð farið eftir tøkniligum loysnum, men tað var ikki møguligt hjá hálvari milliard av børnum at fáa undirvísing á netinum. Nógv teirra eru í vanda fyri ongantíð aftur at sleppa á skúlabonk – ein vanlukka, ikki bara fyri einstaka barnið, men fyri alt heimssamfelagið.
- Vit mugu ikki sleppa børnunum upp á fjall – tað er á ongan hátt ein sjálvfylgja, at øll heimsins børn koma aftur í skúla, í roynd og veru eru nógv av heimsins fátækastu børnum í vanda fyri ongantíð aftur at sleppa í skúla, og tey kunnu detta úr útbúgvingarskipanunum. Vit tosa um munin á einari framtíð við møguleikum, útbúgving og arbeiði og einari framtíð, sum tíverri fer at minna um ta hjá foreldrum teirra, sigur Karen Hækkerup.
Á heimasíðuni www.unicef.fo kanst tú lesa meira um, hvussu tú sum føroyingur kanst hjálpa UNICEF við at hjálpa heimsins børnum.
FAKTA:
UNICEF fer við 2021-pengum at røkka út til:
Tíðindaskriv frá UNICEF
(Mynd: Unicef)
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 16. februar 2021
Rúmdarakfarið lendi fyri løtu síðani á Mars. Fyrstu myndirnar er longu komnar
“Touchdown confirmed”, ljóðaðu boðini frá NASA fyri løtu siðani. Rúmdarakfarið Perseverance er lent á gongustjørnuni Mars, og nú byrjar veruliga arbeiðið.
Tað var frøi í eftirlitsrúminum hjá NASA, og aðrastaðni kring heimin man frøin eisini hava verið stór. Millum annað hjá føroyinginum David Arge Klevang Pedersen, sum arbeiðir á rúmdardeildini hjá DTU, Danmarks Tekniske Universitet. Hann hevur verið við til at menna hetta serliga akfarið, sum komandi tíðina skal savna inn vitan um Mars.
Touchdown confirmed. The #CountdownToMars is complete, but the mission is just beginning. pic.twitter.com/UvOyXQhhN9
— NASA (@NASA) February 18, 2021
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald
Fyrstu myndirnar frá Perseverance eru longu komnar. Sí niðanfyri:
David Arge Klevang Pedersen fylgdi marslendingini frá Danmarks Tekniske Universitet (Skíggjamynd: DR2)
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 18. februar 2021
Spenningur er um, hvørt Kim Kielsen heldur fram sum landsstýrisformaður, ella um ein annar tekur yvir, og landsstýrið fer at síggja heilt øðrvísi út. Landstingsval var seinast í Grønlandi í apríl 2018
Órógv hevur verið í grønlendskum politikki seinastu tíðina. Síðst í november í fjør tapti Kim Kielsen stríðsvali um formanssessin í Siumut fyri Eriki Jensen, men hevur tó framvegis røkt sessin sum landsstýrisformaður - ein sess ið Kielsen hevur verið í síðani á heysti 2014. Siumut er størsti flokkur í samgonguni við níggju sessum og við fýra landstýrisfólkum.
8. februar boðaði floksformaðurin í Demokraatit, Jens-Frederik Nielsen, frá, at Demokratarnir, er ikki longur partur av grønlendska landsstýrinum, Naalakkersuisut, og at orsøkin er óvissan í Siumut.
Nú er nýval útskrivað, og greitt er, at grønlendingar skulu á val týsdagin 6. apríl, ið er beint eftir páskadagarnar.
Greitt er eisini, at Kim Kielsen stillar uppaftur, og so er spurningurin, hvussu stóran stuðul 54-ára gamli politisturin fær frá veljaranum.
Stórur meiriluti var fyri at hava val nú í vár, og hetta er eitt ár fyri tíð. Seinasta Landstingval í Grønlandi var í apríl 2018. Tá gekk Siumut aftur.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 17. februar 2021
Kanningin, sum varð gjørd í Ísrael við 1,2 milliónum royndarpersónum, vísir, at koppingarevnið hjá Pfizer og BioNTech gevur góða verju
Koppingarevnið hjá Pfizer og BioNTech gevur 94 prosent verju móti covid-19. Tað vísir ein nýggj kanning, sum er gjørd í Ísrael, har fleiri enn ein mió. persónar luttóku.
Í kanninginini, sum er gjørd av størsta heilsutænastuveitaranum í Ísrael, Clalit, luttóku 600.000 persónar, sum høvdu fingið bæði fyrru og seinnu koppseting, umframt 600.000 persónar, sum ikki vórðu koppsettir.
Millum tey, sum vórðu koppsett, var talið á teimum, sum høvdu covid-19 sjúkueyðkenni 94 prosent lægri, samanborið við "líknandi royndarpersónum", sum ikki høvdu fingið nakra koppseting. 92 prosent teirra vórðu heldur ikki álvarsliga sjúk.
Kanningin vísti eisini, at koppingarevnið riggaði hjá teimum, sum vóru yvir 70 ár, skrivar Ritzau.
Í Ísrael hava 3,8 milliónir av íbúgvunum fingið fyrru koppsetingina, meðan 2,4 milliónir eru liðugt koppsett. Í Ísrael búgva uml. níggju mió. fólk, og ætlanin er, at allir íbúgvar eldri enn 16 ár skulu verða koppsettir áðrenn vit eru komin til endan av mars.
Endamálið við kanningini var, sambært Clalit, at vísa teimum, sum ikki eru koppsett, at koppingarevnið riggar væl, og at tað verjir móti álvarsamari sjúku.
Í kanningini luttóku persónar, sum høvdu fingið seinnu koppsetingina í minsta lagi eina viku undan kanningini.
Ætlanir eru um at víðka kanningina, tí úrslitini gerast meira nágreinilig hvørja viku, sigur Clalit. Úrslitini verða nevniliga meira eftirfarandi, tá persónar verða kannaðir 14 dagar, ella longur, eftir, at tey hava fingið seinnu koppsetingina, verður sagt.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 15. februar 2021
Lágir oljuprísir kunnu innan eitt tíggju ára skeið hava við sær, at nógv størv hvørva í norsku oljuvinnuni ger norska stjórnin greitt
Heldur gongdin í oljuvinnuni við lágum oljuprísum fram, kann tað hava við sær, at upp til 90.000 størv hvørva í norsku oljuvinnuni innan 10 ár sigur norska stjórnin í eini kunning til almenningin.
Roknað verður við, at oljuvinnan fer at minka við 60% samanborið við støðið í 2018, um lága oljuprísstøðið heldur fram.
Høvuðsorsøkin er óvissan rundan um oljuprísin, skrivar Finansavisen. Blaðið byggir hesa metingina á ein oljuprís uppá 30 dollarar fyri tunnuna og ein gassprís uppá 3 dollarar.
Í løtuni er oljuprísurin nærum 64 dollarar fyri tunnuna, tvs. tvífalt so stóru sum umrøddu metingar byggja á. Norski fíggjarmálaráðharrin sær ikki nakra ræðumynd fyri sær, tá umrøddu tøl fyri mist størv í oljuvinnuni verða nevnd. Hann heldur nevniliga, at til ber at finna onnur størv til oljufólkini í øðrum vinnum, eitt nú grønum vinnum. Fólkini hava longu tann neyðuga førleikan til at kunna skifta frá oljuvinnu til aðra orkuvinnu heldur Jan Tore Sanner, figgjarmálaráðharri og vísir á støðuna frá 2014 til 16, tá oljuprísurin kavaði og hevði við sær, at 50.000 norðmenn í oljuvinnuni mistu arbeiðið.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 17. februar 2021
Egyptiska ferðavinnan hevur verið hart rakt av koronakreppuni, og í Egyptalandi vóna tey nú at kunna økja um ferðafólkatalið við at vísa á nýggj fornminni
Nakrir egyptiskir og amerikanskir fornfrøðingar eru komnir fram á eitt 5.000 ára gamal ølbryggjarí í egyptiska fornaldarbýnum Abydos, upplýsir egyptiska ráðið fyri ferða- og fornaldarmál.
Hildið verður, at bryggjaríið, ið helst stavar frá árinum 3.100 f.Kr., hevði kapasitet til at framleiða 22.400 litrar av øli.
Bryggjaríið hevur verið deilt upp í átta øki við 40 leirkrukkum í part. Hildið verður, at korn og vatn varð hitað upp her í sambandi við bryggjaríarbeiðinum.
Abydos liggur nærindis Sohag, ikki langt burtur frá stóru Nilánni.
Sambært Ritzau eru tey í Egyptalandi sera fegin um at kunna vísa á nýggj fornminni. Hetta skal hjálpa teimum at økja um ferðafólkatalið, nú ferðavinnan hevur verið hart rakt av korona.
Í 2019 var samlaða talið á ferðafólkum, sum vitjaðu í Egyptalandi 13,1 milliónir. Í 2020 var talið bert 3,5 milliónir.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 14. februar 2021
Mest avmyndaði køttur í Bretlandi, músafangarin Larry, hevði tíggju ára starvsdag í Downing Street mánadagin
Tað kann vera trupult at halda seg ovast á politisku tindunum í eitt heilt áratíggju, men tað hevur Larry eftir øllum at døma klárað væl.
Mánadagin vóru liðin tíggju ár síðan stríputi frensurin kom til bretsku forsætisráðharraíbúðina í Downing Street 10 í London.
Tann tá fýra ára gamli frensurin varð ættleiddur frá Bettersea Dogs Cats og valdur fyri síni serligu evni til at fanga mýs.
Men Larry hevur verið eitt vónbrot á teirri uppgávuni, hóast hann er tann fyrsti nakrantíð, ið alment hevur fingið heitið sum landsins ovasti músafangari.
Sambært David Cameron, sum var fyrsti forsætisráðharri, sum Larry tændi undir, fengaði hann tríggjar mýs teir fyrstu mánaðirnar, men síðani tá hevur avrikið verið smáligt, skrivar heimasíðan hjá Downing Street.
Hinvegin hevur Larry – sambært heimasíðuni – vunnið hjørtuni hjá bretska fólkinum, og hevur bygt upp eitt vinarligt samband við miðlarnar. Tíðindafólk, sum bíða framman fyri forsætisráðharraíbúðini stytta sær ofta stundir við at kína honum og taka myndir.
Eftir fólkaatkvøðuna um Brexit í juni 2016 flutti David Cameron úr Downing Street, men Larry varð búgvandi, og hevur síðan tænt undir fyrst Theresu May og nú Boris Johnson.
Í einum djóraelskandi landi, spælir ein ketta í Downing Street ein stóran leiklut, heldur søgufrøðingurin, Anthony Seldon.
- Tað hjálpir við at gera forsætisráðharran menniskjaligan, sigur hann og leggur afturat, at í kreppu kann ein ketta í Downing Street vera við til at fáa stúrin fólk at hugsa um okkurt annað.
Larry hevur gjøgnum árini amast upp at fleiri av heimsins leiðarum, sum hava verið á vitjan.
Hann kom væl útav tí við Barack Obama, sum kýndi honum, men tá Donald Trump var á vitjan, setti frensurin seg undir limusinuna hjá forsetanum, og vildi ikki flyta seg, tá hann skuldi avstað, skrivar Ritzau.
Larry fremst saman við einum øðrum kendum frensi í Downing Street, uttanríkisráðharrafrensinum Palmerston (Mynd: EPA)
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 16. februar 2021
Hertogin og hertogafrúan av Sussex avdúka, at Meghan er við barn aftur
Hertogin og hertogafrúan av Sussex, Harry og Meghan skulu skjótt hava eitt barn afturat. Hetta váttar eitt talsfólk hjá parinum sambært The Guardian.
Harry og Meghan hava frammanundan sonin Archie, sum fyllir tvey ár í vár.
Hetta er triðju ferð, at hertogafrúan er við barn. Í november avdúkaði Meghan nevniliga, at hon misti eitt barn í fjørsummar.
Sambært talsfólk teirra, fegnast Harry og Meghan um nýggja barnið, og av Buckingham Palace verður eisini sagt, at Elizabeth drotning, Philip prinsur og Charles prinsur eru ovurfegin um tíðindini.
Barnið verður fimta abbabarnið hjá Charles prinsi, og nummar átta í bretsku arvarøðini, tí hóast Harry og Meghan valdu at gevast sum framtraðkandi limir í bretska kongshúsinum, so eru hann og børn hansara ikki koyrd úr arvafylgjuni. Harry prinsur er nummar seks í røðini.
Harry, Meghan og Archie búgva í løtuni í Montecito í amerikanska statinum Kalifornia. Parið flutti úr Onglandi í fjør.
Harry og Meghan hava almannakunngjørt hesa myndina, har tað týðiliga sæst, at Meghan er við barn (Mynd: Misan Harriman)
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 15. februar 2021
Ai Waagstein á klaveri fekk fyrstu viðursløn í Stella Polaris-tónleikakappingini í aldursbólkinum til ov við 13 ár
Fyrsti dagur í tónleikakappingini Stella Polaris var hósdagin, og ikki færri enn 29 luttakarar í aldursbólkinum til og við 13 ár framførdu í Hátúni í Tórshavnar Musikkskúla.
Støðið var sera høgt og dómsnevndarformaðurin, Páll Sólstein, segði í røðu síni, at luttakararnir øll á hvør sín hátt rørdu dómararnar við sínum sannførandi spæli.
Tað var ikki ein løtt uppgáva at kjósa vinnarar, tí sum Ólavur Jakobsen, frásøgufólk segði, so eru tey øll vinnarar.
Dómsnevndin, Heiðrun Petersen, Eyðun á Lakjuni, Jógvan Zachariassen, Hans Petur í Brekkunum og Páll Sólstein, høvdu ta tørføru uppgáva at kjósa tey bestu.
Dómsnevndin valdi at deila triðju virðislønina í tvey, og tey sum vunnu hesa deildu triðju virðisløn vóru Birita Lambaa Haraldsen á floytu og Martin Gaard Jakobsen á violin.
Síðani varð onnur virðisløn handað Sólju Ellen Rye á violin og at enda varð vinnarin funnin, sum varð Ai Waagstein á klaveri.
Allir luttakararnir fingu luttøkubræv og blómur frá musikkskúlanevnd Tórshavnar Býraðs, sum skipar kappingina, umframt ein ryggsekk sum høvuðsstuðulin Betri lat.
Stella Polaris tónleikakappingin helt fram í gjár við 28 luttakarunum í aldursbólkinum 14-18 ár.
Leygardagin kappast teir elstu luttakararnir, sum eru í aldrinum 19 til 24 ár. Nýggju tónleikarar kappast í hesum bólkinum.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 19. februar 2021
Fríggjadagin var kappingin fyri tey ungu millum 14 og 18 ár – Yngva Sigurdsdóttir Lamhauge fór við fyrstu virðisløn, og onnur og triðja virðisløn fóru til ávikavíst Sannu Bæk Hoydal og Ari Hammer Joensen
Aftur fríggjadagin kappaðust ungir gávuríkir tónleikarar í klassisku tónleikakappingini Stella Polaris.
Kappingin var í konsertsalinum Hátún í Tórshavnar Musikkskúla á Landavegnum, umframt at ein luttakari á orgul framførdi í Vesturkirkjuni.
Dómsnevndin er sett saman av Heiðruni Petersen, Eyðuni á Lakjuni, Jógvani Zachariassen, Hans Peturi í Brekkunum og Pálli Sólstein, ið samstundis er formaður í nevndini.
Páll Sólstein greiðir frá, at nevndin var sera ovfarin av høga støðinum, og at tað hevur verið serstakliga avbjóðandi at gera ein úrskurð av dagsins framførslum.
Hóast tað skuldi ein avgerð takast, og eftir at hava umrátt seg ein lítlan tíma, kom nevndin fram til, at virðislønirnar skuldu latast soleiðis:
í dag, leygardagin 20. februar, verður seinasta umfarið, sum er millum tey ungu millum 18 og 25 ár. Byrjað verður klokkan 12, og virðislønirnar verða latnar klokkan 17.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 19. februar 2021
Bert 20 atgongumerki verða seld til hvørja konsert
HOYMAsligt er ein nýggj røð av heimakonsertum frá G! Grunninum. Sum heitið bendir á, so líkist HOYMAsligt tí, sum fólk kenna frá HOYMAbit og HOYMA.
Endamálið er at seta tónleikin, hugnan og nærleikan í hásæti, og konsertirnar verða hildnar heima hjá privatfólki í Norðragøtu.
Talan er um sera avmarkað tal av áhoyrarum, tí seld verða einans 20 atgongumerki til hvørja konsert.
Afturvið konsertini bjóða vertirnir kaffi og okkurt søtt.
Fyrsta konsertin í røðini verður leygarkvøldið 27. februar. Á skránni er Eivør Pálsdóttir.
Tey sum fara at spæla HOYMAsligt næstu leygarkvøldini frá 27. februar fram til 1. mai, verða umframt Eivør, Marius Ziska, Guðrið Hansdóttir, Lena Anderssen, Lyon Hansen, Høgni Lisberg og Kári Sverrisson.
Atgongumerki á 260 kr verða sett til sølu á atgongumerki.fo á middegi í morgin.
Einans 20 atgongumerki verða seld til hvørja konsert.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 18. februar 2021
Á framsýningini, sum verður opin til sunnudagin, verða verk eftir Arnold Vegghamar, Kára Svensson, Brandur Patursson og Eyðun av Reyni sýnd fram. Talan er um málningalist og glaslist
Hósdagin lat listaframsýning upp í Perluni í Havn. Fýra av okkara fremstu listafólkum sýna fram, og framsýningin verður bert opin til sunnukvøldið.
Á framsýningini verða verk eftir Arnold Vegghamar, Kára Svensson, Brand Patursson og Eyðun av Reyni sýnd fram. Talan er um málningalist og glaslist.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 17. februar 2021
Í sambandi við frímerkjaútgávuni við skurðmyndum eftir Joel Cole, verður eisini skipað fyri framsýning í Müllers Pakkhúsi
Í sambandi við frímerkjaútgávu við skurðmyndum eftir Joel Cole verður ein framsýning í Müllers Pakkhúsi.
Joel Cole sýnir fram eina røð av 50 skurðmyndum harav tær seks eru útvaldar til frímerkjaarkið: “Gróðursettur – tilflytarasøgur”.
Á skránni leygarkvøldið eru røður, livandi tónleikur og lætt ábit. Posta verður eisini til staðar og møguleiki verður at ogna sær frímerki, bjálvar og plakatir. Framsýningin er opin til 5. mars 2021.
Nýggj vøkur frímerki frá Posta koma út í dag
Frímerkjaútgávurnar hesa ferð eru rættiliga ymiskar, men eitt sum gongur aftur er list og landslag. Skurðmyndirnar hjá Joel Cole mynda fyrstu útgávuna, síðan bygdirnar Kirkja og Hattarvík og at enda hevur Eysturoyartunnilin fingið pláss ímillum frímerkjamyndevnini.
Gróðursettur – tilflytarasøgur
Tað at flyta heimanífrá og at búseta seg aðrastaðni, er nakað, sum øll menniskju kenna til. Hetta er tað, sum myndahøggarin Joel Cole – ein føroyskur amerikumaður - fagnar í frímerkjaarkinum “Gróðursettur”, sum myndar seks skurðmyndir. Hvør einstøk skurðmynd stendur fyri einum ávísum skeiði í tilgongdini frá at vera fremmandur og til at gerast borgari. Hvør einstøk skurðmynd hevur partar bæði úr heimlandinum hjá Cole og úr hansara ættleidda heimlandi.
Kirkja og Hattarvík – tvey andlit av somu oyggj
Fugloy er Føroya eystasta oyggj, og í mun til hinar føroysku útoyggjarnar er hon býtt millum tvær bygdir við heilt ymiskum samleikum. Báðar bygdir eru helst fyrndargamlar, men meðan Hattarvík helst er upprunanavn á bygdini, er navnið Kirkja nýggjari. Upprunaliga navnið hevur møguliga verið Kirkjubøstaður ella Kirkjubólstaður, og Hundabrævið umtalar bygdina sum Bø.
Eysturoyartunnilin – ein landsvegur undir havsins botni
Eysturoyartunnilin lat upp fyri almennari ferðslu tann 19. desembur 2020. Knapt fýra ár frammanundan - í februar 2017 trýsti Henrik Old, táverandi landsstýrismaður, á knøttin, ið loysti fyrsta skotið í størstu tunnilsverkætlan nakrantíð í Føroyum. Tunnilin er gott 11 km langur og knýtir saman Skálafjørðin og Havnina.
Mitt í rundkoyringini undir Saltnesgrynnuni stendur ein yvirvaksin basaltsúla og kring hana hevur listamaðurin, Tróndur Patursson, gjørt ein dansiring úr stáli. Dansandi fólk, upplýst aftanífrá við marglittum ljósi, sum leggja dansandi skuggar á súluna aftanfyri, tá ljósið frá bilunum ber við tey. Ein kend ørindisregla ljóðar soleiðis: ”Ongin treður dansin undir moldum,” men undir havsins botni er onki óført.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 19. februar 2021
Hesaferð hevur ognað sær verk frá Jónu Rasmussen
BankNordik-savnið hevur fyri aðru ferð keypt listaverk í sambandi við avtaluna millum Sjálvsognarstovnin BankNordik-savnið og Pf. BankNordik um stuðul til keyp av nýggjari føroyskari list.
Hesaferð keypti BankNordik-savnið eina røð av listaverk av listakonuni Jónu Rasmussen.
Jóna Rasmussen er fødd í 1946, og er ein sera fjølbroytt listakona, sum arbeiðir bæði sum listamálari og grafikari.
Rithøvundurin og listfrøðingurin Eva Furseth greinar listina hjá Jónu Rasmussen soleiðis:
“Tað ekspressiva í verkunum rennur saman við ein fínligan sans fyri tí einfalda og nærum minimalistiska. Myndaevnini verða skorin inn á bein, samstundis sum hon varðar um tað sansaliga og ábendandi. Júst samspælið millum teir ætlandi pólarnar gevur eina huglagsmettaða uppliving. Jóna Rasmussen hevur frá fyrstantíð havt eina serstaka myndasøgn og verið eitt av listafólkunum, sum settu fyridømi í føroyskari list.”
Keyptu málningarnir eru tveir á 120x80 sentimetrar við heitinum “Lygna” og trý samanhoyrandi verk á 80x80 sentimetrar, kallað “Kvirra”.
Í fjørsummar varð gjørd fimm ára avtala millum Sjálvsognarstovnin BankNordik-savnið og Pf. BankNordik um stuðul til keyp av nýggjari føroyskari list. BankNordik letur í avtalutíðarskeiðnum 2020-2024 savninum eina árliga stuðulsjáttan á 150.000 at keypa list fyri.
Fyrstu listakeypini vórðu gjørd í desember, tá grunnurin keypti tveir málningar frá listamanninum Ankeri Mortensen.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 18. februar 2021
Paulina Eliasen hevur sniðgivið vakra dúkin
Tað er Paulina Eliasen, sum hevur sniðgivið vakra dúkin, og tvær lokalar kvinnur hava evnað hann úr patchwork. Litirnir í altardúkinum eru heintaðir bæði frá altartalvuni og møplapolstringini í kirkjuni, skrivar Fólkakirkjan á heimasíðuni.
Hesin altardúkurin er við í nýggju bókini hjá Paulinu Eliasen “Altardúkar – átta nýggj mynstur”, sum Føroysk Kirkjumál gav út beint fyri jól. Um mynstrið á dúkinum sigur Paulina sjálv, at stjørnan vísir vegin til fjósið, og krossurin vísir vegin til páskirnar. Sostatt hóskar tað seg eisini væl at víga henda vakra altardúkin í dag – millum jól og páskir.
Paulina hevur havt tveir sálmar/sangir í huganum, tá ið hon sniðgav altardúkin – og peika teir bæði á stjørnuna og krossin.
Kelda: Folkakirkjan.fo
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 15. februar 2021
77 ára gamli Andrass Joensen lærir í løtuni tólv næmingar á Tórshavnar Kvøldskúla at smíða føroyskan róðrarbát. - Tað er ein vanlukka, um handverkið at smíða føroyska bátin doyr út og fer í gloymskuna, sigur hann
“Eg banki, eg buki, eg smíði ein” ... bát. Hamarin dukar títtur. Eitt ekkó fyri og annað eftir rungar um allan verkstaðin á Bacalao kai í Havn. Tað eru næmingar á Tórshavnar Kvøldskúla, sum hugagóðir dríva á. Tey læra seg at smíða bát. Eftir aldargomlum føroyskum siði og sniði. Stórverkið, eitt fimmmannafar, tekur seg væl út. Tað er kreativt og vala handverk. Meistarliga væl frágingið.
Í tøgnini millum dukandi sløgini slípa og telgja tey bátslutirnar. Í djúpari hugsavnan. Men tey hava tað eisini stuttligt. Práta og skemta. Kenslan at vera í felag um uppgávuna styrkir samanhaldið.
Tórshavnar Kvøldskúli heldur lív í aldargomlu siðvenjuni at smíða føroyska róðrarbátin. Áhugin er vaksandi, og øll sum hava vilja, áhuga og handalag kunnu læra handverkið, sigur lærumeistarin. Triði báturin verður nú smíðaður á verkstaðnum á Bacalao.
Næmingarnir eru eini tólv í tali, og fólkaslagið er blandað. Kvinnur og menn í øllum aldri við ymiskari bakgrund. Her savnast sjómaðurin, maskinmeistarin, verkfrøðingurin og læknin. Bara fyri at nevna nøkur. Men felagsnevnarin er stóri áhugin fyri bátum og bátasmíði, sum tey takast við í frítíðini. Á Tórshavnar Kvøldskúla.
- Øll, sum hava vilja, áhuga og handalag kunnu læra handverkið, sigur 77 ára gamli lærumeistarin, Andrass Joensen, sum hvørt týskvøld og hóskvøld í vetur hevur lagt næmingunum lag á.
Andrass Joensen sigur, at áhugin fyri føroyskum bátasmíði hevur verið í einum aldudali seinastu árini. Gamaní eru fleiri, sum hava smíðað nýggjar kappróðrarbátar. Men kappróðrarbáturin er øðrvísi og als ikki smíðaður eftir sama leisti og sniði sum hin føroyski róðrarbáturin, sum Andras við eftirnavninum Mortensen greiðir frá í bókini av sama navni. Tí er bátasmíð á Tórshavnar Kvøldskúla eitt kærkomið átak, ið átti at rokkið um gáttina longu í fólkaskúlanum, heldur Andrass Joensen.
- Tað er ein vanlukka, um handverkið at smíða føroyska bátin doyr út og fer í gloymskuna. Bátasmíð er aldargamal føroyskur siður, sum má hjúklast um og haldast í hevd, sigur hann.
Men nú tykist vend at vera komin í. Áhugin fyri bátasmíði er aftur vaksandi. Í vetur hava tólv næmingar gingið til bátasmíð á kvøldskúlanum, og vetrarnar frammanundan hevur talið verið á leið tað sama, vísir Andrass Joensen á.
Hann er sjálvur útbúgvin skipasmiður og tekniskur teknari. Hann lærdi á stóru bedingini hjá Kjølbro í Klaksvík og varð útlærdur í 1963. Longu árið eftir flutti hann til Havnar og fekk starv á nýbyggingardeildini hjá Tórshavnar skipasmiðju. Har var hann í samfull 25 ár, til hann fór frá fyri aldur.
Hetta er fjórða árið, at Andrass Joensen undirvísir í bátasmíði á Tórshavnar Kvøldskúla. Higartil eru tveir bátar liðugt smíðaðir. Teir eru báðir seldir til vælgerandi endamál hjá felagsskapinum Kiwanis. Báturin, sum nú verður smíðaður, er tann triði í røðini.
Kelda: Tórshavnar kommuna
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 17. februar 2021
Seks heiðrar vórðu latnir í sambandi við ÍtróttaFAGNAÐINUM leygarkvøldið
Leygarkvøldið skipaði ÍSF fyri ÍtróttaFAGNAÐINUM í Mentanarhúsinum í Fuglafirði. Tiltakið, sum verður fyriskipað á hvørjum ári hevur til endamáls at heiðra teimum, sum virka í ítróttaheiminum.
Seks ítróttafólk vórðu heiðrað í gjárkvøldið – Ársins ÍtróttaNAVN, ÍtróttaSTJØRNUSKOT, ÍtróttaFELAGSSKAPUR, ÍtróttaÁTAK, ÍtróttaFYRIMYND, og eisini varð Heiðursskjal Poul E. Petersens latið.
(Savnsmynd: EPA)
Seinast skipað varð fyri ÍtróttaFAGNAÐINUM var í Müllers pakkhúsi í desember 2019, og tá fór rógvarin Sverri Sandberg Nielsen við heiðrinum sum Ársins ÍtróttaNAVN. Hendan heiðurin endurvann hann leygarkvøldið.
Í fjør tryggjaði hann sær gull í single sculler í EM í Poznan í Póllandi, og árið fyri vann hann silvur í heimsmeistarakapping í Eysturríki. Hann hevur eisini tryggjað sær pláss til OL í Tokyo, sum verður í summar.
Samuel Johansen Chukwudi (Mynd: Ólavur Frederiksen)
Ársins ÍtróttaSTJØRNUSKOT gjørdist 17 ára gamli miðverjin hjá HB, Samuel Johansen Chukwudi.
Hann hevur veruliga gjørt seg galdandi á besta liðnum hjá HB, har hann hevur tryggjað teimum Føroyameistaraheitið 2020, tá fleiri av berandi kreftunum á liðnum stríddust við skaðar.
Eisini hevur hann tikið seg beinleiðis av U17 landsliðnum upp á U21 landsliðið.
Ári Rouch, aðalskrivari í Hondbóltssambandi Føroya (Mynd: Ólavur Frederiksen)
Ársins ÍtróttaFELAGSSKAPUR gjørdist Hondbóltssamband Føroya.
Hondbóltssambandið, ið hevur fleirfaldað virksemi seinastu árini, hevur av álvara sett ferð á altjóða hondbóltsvirksemið í HM og EM við luttøku í nógvum ymisku aldursbólkum.
Miðvís leikaramenning hevur verið á breddanum í fleiri ár, og góðu úrslitini eru vorðin sjónlig bæði í altjóða høpi og í tí sannroynd, at nógvir leikarar hava fingið sáttmálar við útlendsk feløg.
Bogi Mortensen, fyriskipari av Faroe Islands Handball Cup (Mynd: Ólavur Frederiksen)
Ársins ÍtróttaÁTAK gjørdist Faroe Islands Handball Cup.
Talan var um eitt átak, sum VB skipaði fyri í tríggjar dagar í august 2020. Tað var Marghøllin í Vági, sum var karmur um tiltakið, har uml. 400 børn og ung luttóku.
Hetta kom eisini sera væl við hjá føroyskum hondbólti, tí korona hevði við sær, at allar hondbóltsstevnur uttanlands vóru avlýstar.
Guðrið K. Augustinussen, ein fyrimynd, serliga innan hondbóltin í Vági. Her saman við Dávi Juul, borgarstjóra í Fuglafirði (Mynd: Ólavur Frederiksen)
Ársins ÍtróttaFYRIMYND gjørdist Guðrið K. Augusstinussen, sum spælir hondbólt fyri VB.
Hon hevur spælt í bestu deildini í 22 ár, og eisini er hon venjari, dómari, og luttekur hon nógv í sjálvbodna arbeiðinum. Eitt nú skipar hon fyri hondbóltsskúlanum, sum er eitt árligt afturvendandi tiltak, og hon stóð eisini fyri kappingini Faroe Islands Handball Cup, sum eisini gjørdist Ársins ÍtróttaÁTAK.
Johanna Troest saman við Bárði á Steig Nielsen, løgmanni (Mynd: Ólavur Frederiksen)
Heiðursskjal Poul E. Petersen: Johanna Troest fyri sítt arbeiði fyri Støkk.
Jóhanna stovnaði saman við øðrum, Fimleikafelagið Støkk, fyri 54 árum síðani og hevur hon verið virkin í felagnum øll árini. Saman við manninum, Kai Aage Troest, stóð hon á odda fyri fleiri barna- og ungdómsliðum, sum veruliga gjørdu seg galdandi í føroyskum kappingarfimleiki.
Øll árini hevur Jóhanna verið ein stór fyrimynd og ein eldsál, sum altíð hevur givið nýggjum venjarum góð ráð og vegleiðing. Hóast Jóhanna Troest er blivin 80 ár, og kroppurin ikki altíð orkar tað sama sum høvdið, hevur hon enn orku og áræði at skipa fyri venjingunum, stóð í grundgevingini.
Endamálið við at lata heiðursskjal Poul E. Petersen er at heiðra eldsálir í føroyskum ítrótti, og fyri heiðurin fekk Jóhanna Troest gullnál ÍSF.
Allir vinnararnir fingu steyp, skreytblað og blómur. Hartil fingu tey, sum vunnu ÁTAKIÐ og FELAGSSKAPIN 15.000 kr í part.
NAVNIÐ, STJØRNUSKOTIÐ og FYRIMYNDIN fingu 5.000 kr í part.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 14. februar 2021
Feløgini, sum hava finalulið, hava fingið eitt avmarkað tal av atgongumerkjum til hvørja finalu, sum tey sjálvi sleppa at seta nøvn á. Men tey, ið eru liðugt koppsett kunnu keypa atgongumerki við dyrnar
Orsakað av almennu tilmælunum, verður talan um eitt avmarkað tal av áskoðarum, sum sleppa í Høllina á Hálsi at síggja Faxe Kondi steypafinalurnar í vikuskiftinum.
Feløgini, sum hava finalulið, hava fingið eitt avmarkað tal av atgongumerkjum til hvørja finalu, sum tey sjálvi sleppa at seta nøvn á. Bert tey, ið framganga av listunum, sleppa at keypa atgongumerki við dyrnar.
Kostnaðurin fyri finalurnar hjá teimum vaksnu er 100 krónur, meðan barnafinalurnar kosta 50 krónur. Tað er sami prísur fyri vaksin og børn í skúlaaldri. Børn undir skúlaaldur rinda ikki.
Høllin verður deild upp í trý øki, sum hava hvør sína inn- og útgongd. Millum hvønn dyst verða áskoðararplássini tømd, soleiðis at áskoðararnir til tann næsta dystin sleppa framat. Áskoðarar rinda bert fyri ein dyst á gangin og merkir hetta, at áskoðararnir mugu út ímillum hvønn dyst.
Økið í sunnara parti av høllini, har feløgini vanliga hava havt fjepparatiltøk og sølubúðir verður ikki. Tað verður heldur ikki møguligt, at keypa kaffi, te ella annað líknandi í høllini finaluvikuskiftið.
Tey, ið ikki hava møguleika at síggja finalurnar í høllini, kunnu síggja dystirnar hjá teimum vaksnu í KVF ella lurta á FM1. Hartil verða allar barnafinalurnar stroymdar á youtube kanalini hjá HSF – HandballFaroeIslands.
Í gjár boðaði Hondbóltssambandið frá, at fólk, ið hava fingið tvær koppsetingar ikki eru rakt av avmarkingunum. Tey kunnu - við at vísa koppsetingarprógv - keypa atgongumerki til dystirnar við dyrnar
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 18. februar 2021
Eg havi ikki nakra sakliga orsøk til at nokta einum, sum er koppsettur, og harvið ikki er ein smittuvandi, at koma til hondbóltsdyst, sigur forkvinnan í Hondbóltssambandinum
At borgarar, sum eru liðugt koppsettir fyri koronu hava atgongd til hondbóltsdystirnir, sum verða spældir í Havn um vikuskiftið, umframt teir áskoðarar, sum eru á listanum hjá hondbóltsfeløgunum hevur elvt til kjak á sosialu miðlunum.
Er tað rætt, at tey, sum eru liðugt koppsett sleppa til hondbóltsdystir frammum onnur? Fleiri kjakarar halda hetta vera løgið, og vilja teir vera við, at Hondbóltssambandið við hesari avgerðini ger mismun á fólki.
Sambært Gunn Ellefsen, forkvinnu í Hondbóltssambandi Føroya, verður longu gjørt mismun á fólki við at avmarka áskoðaratalið.
Høllin á Hálsi hevur pláss fyri 2.000 ákoðarum, men í løtuni sleppa bert 100 fólk inn á hvørt ákoðaraøki.
– Til eina vanliga steypafinalu eru upp móti 2.000 fólk í høllini, men av tí at vit ynskja at fylgja tilmælunum og hava býtt økini upp í trý, har bert 100 fólk sleppa inn í hvørt øki, so gera vit mismun á fólki.
Gunn Ellefsen vísir á, at fólk, sum eru liðugt koppsett longu hava fleiri fyrimunir, og tí hildu tey í Hondbóltssambandinum ikki, at har var nøkur orsøk til at avmarka atgongdina hjá teimum, sum vórðu koppsett.
– Har sleppa 100 ákoðarar inn í hvørt øki hjá okkum, tað vit hava sagt er, at har er eingin orsøk til, at tey, sum eru koppsett skulu fylla upp í tí rúgvuni. Um mann er koppsettur, er mann ikki nakar smittuvandi, og kann mann frítt koma sum áskoðari í høllina uttan at standa á listanum hjá einum felagi, um mann ynskir tað.
Forkvinnan sigur við Portalin, at hon hevur spurt seg fyri hjá Koronaráðgevingini, um tey koppsettu eru ein smittuvandi, og svarið var, at ein koppsettur hvørki smittar ella kann blíva smittaður sjálvur, hóast hann í teoriini kanska kann bera tað víðari, um hann nemur við eitt nú møblar, eitt hondtak ella okkurt annað.
– Tað er ikki ein fyrimunur vit geva teimum, tað er ein fyrimunur við at vera koppsettur, og hesum mugu fólk læra at liva við, sigur Gunn Ellefsen, sum leggur afturat, at hon sjálv ikki er koppsett.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 19. februar 2021
Vit skulu aftur til 2014 fyri at finna seinastu steypafinaluna hjá monnum, sum var uttan luttøku av H71 og Neistanum. Liðini hittust í finaluni fyri fimm árum síðani.
Í 2012 vunnu menninir hjá Neistanum sína fjórðu finalu á rað. Júst tað var serstakt, men tað sum eisini var serstakt, at tað var næstbesta liðið hjá H71, ið var mótstøðuliðið. Ein góð blanding av ungum og royndum leikarum úr Hoyvík hevði koppað stórfavoritttunum úr KÍF í hálvfinalunum, men í finaluni vóru teir í bláum bara sterkari.
Í 2016 hittust bestu liðini hjá Neistanum og H71 fyri fyrstu ferð í einari steypafinalu. Talan gjørdist um tann fyrsta sigurin hjá H71 í einari steypafinalu í 18 ár.
Árið eftir eydnaðist aftur at lyfta steypið - 28-25 móti StÍF - í 2018 kiksaði tað av álvara móti Kyndli, men í fjør fingu hoyvíkingar lønt teimum grønu aftur.
Harvið hevur H71 vunnið steypakappingina fýra ferðir - Neistin hevur vunnið sjey ferðir. Seinast var í ógvuliga spennandi grannafinaluni í 2019, har teir í bláum vunnu við einum máli við skoti í seinasta sekundi frá Rasmusi Søby.
Síðani 2014 er tað ikki komið fyri, at ein steypafinala er leikt, uttan at Neistin ella H71 hava luttikið. Seinastu seks árini hava teir í bláum spælt í trimum finalum - hoyvíkingar hava spælt í fýra finalum. Sum nevnt so hittust liðini í fyri fimm árum síðani. Menninir hjá H71 og Neistanum høvdu eisini tættar og spennandi dystir um FM-heiti í 2018 og 2019, og lagt er upp til spennandi finalu í Høllini á Hálsi leygarkvøldið. Fyrsta bríksl verður klokkan 19.30.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 19. februar 2021
Neistakvinnurnar hava eina stolta steypasøgu og skulu í morgin spæla sína fyrstu finalu síðani 2017. Tær skulu royna at koppa H71, sum í fjør var í sínari fyrstu finalu og nú skal royna at verja sítt heiti
Tað varð ein ógvuliga spennandi steypafinala hjá kvinnum í fjør. Tá samanum kom var bert eitt mál á muni, og tað koppaði til hoyvíkskvinnur, ið vunnu sítt fyrsta steyp. Hetta var samstundis fyrstu ferð H71 var umboðað í steypafinaluni hjá kvinnum.
Tað var eisini bert eitt mál á muni, tá Neistin seinast vann steypafinaluna. Tað var í 2016. Tá var mótstøðuliðið, eins og hjá H71, VÍF. Árið eftir vann Kyndil á grannunum í finaluni. Tað var fimta árið á rað, at kvinnurnar hjá Neistanum spældu steypafinalu. Eftir ein lítlan stegð eru tær í bláum nú aftur í finaluni. Neistin hevur vunnið steypakappingina tvífalt so ofta sum tað liðið, ið hevur vunnið næstflest - Stjørnan (14-7)
Í SMS-deildini er H71 tvey stig framman fyri Neistan, nú 14 umfør eru leikt. Finalan í Faxe Kondi kappingini hjá kvinnum verður bríkslað í gongd 17 í dag.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 19. februar 2021
21 ára gamli hálvi sørvingurin flytir til 07 Vestur frá Tårnby
07 Vestur hevur gjørt sáttmála við 21 ára gamla Albert Theis Nielsen.
Albert Theis Nielsen er hálvur sørvingur, og flytir hann til vágafelagið frá Tårnby. Hann hevur vant við 07 Vestur í eina tíð, og í vikuni varð sáttmálin undirskrivaður.
Albert Theis Nielsen hevur roynt seg í fleiri feløgum á Keypmannahavnarleiðini seinastu árini, har hann hevur fingið nakrar dystir í donsku 2. deild, umframt at hann eisini hevur verið hjá EB/Streymi
Albert spælir, sum skilst, helst á offensivu plássunum, á miðjuni, ella í álopinum. Hann fekk eisini ein hálvleik í venjingardystinum móti ÍF leygardagin, sum endaði 1-1, eftir at Erling Myklebust javnaði uppá brotsspark, skrivar felagið í tíðindaskrivi.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 14. februar 2021
28 ára gamli Daniel Björkman hevur royndir úr bestu svensku deildini
Daniel Björkman, hevur skrivað undir eitt ára sáttmála við KÍ. Daniel er 28 ára gamal, og hevur royndir í bestu svensku deildini.
Hesum boðaði KÍ frá á heimasíðuni hóskvøldið.
Björkman er verjukendur leikari, har hann fyri tað mesta spælir vinstri bakkur og miðverji. Tó kann Daniel eisini spæla sum verjikendur miðvallari, sigur felagið.
Daniel Björkman er føddur og uppvaksin í Svøríki, har hann hevur spælt fótbólt alla yrkisleiðina fram til nú.
Seinnu árini hevur Daniel verið í Örebro SK, sum er partur av bestu svensku fótbóltsdeildini, Allsvenskan.
Fyrr í vikuni skrivaði KÍ sáttmála við Claes Kronberg sum kann spæla á fleiri plássum, men fyri tað mesta kemur at røkja pláss á miðvøllinum.
- Tá Daniel og Claes eru komnir norður til Klaksvíkar, eru vit væl mannaðir á øllum plássum, og tí er Daniel seinasti leikarin, sum gerst partur av KÍ hópinum í vetur, sigur Mikkjal Thomassen.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 18. februar 2021
Flogbóltssamband Føroya hevur sett sín fyrsta samskipara - byrjar 1. mars
Flogbóltssamband Føroya hevursett Lenu Hallgren úr Havn í starv sum samskipari. Hetta er fyrstu ferð, at flogbóltssambandið fær løntan samskipara.
Lena Hallgren er kend úr flogbóltsumhvørvinum í Føroyum. Hon hevur verið nevndarlimur í Fleyr og var eisini forkvinna í Fleyr í eitt tvey-ára skeið.
Sum samskipari kemur Lena at standa fyri dagligu fyrisitingini í flogbóltssambandinum og at samskipa landskappingar og steypakappingar og alt landsliðsarbeiðið.
Ein stór uppgáva verður eisini at samskifta við feløgini og fyriskipa skeiðs- og menningararbeiði innan flogbóltin. Alt í tøttum samstarvi við nevndina.
Lena Hallgren byrjar í starvinum 1. mars. Arbeiðsskrivstovan verður í hølunum hjá ÍSF á Frælsinum í Havn.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 17. februar 2021
Hetta hevur løgmaður gjørt greitt í svari uppá grein 52a fyrispurning. Umsøkjarar kunnu fáa eitt serligt útflutningsloyvi til vápn, sum kan nýtast við ferðing til skjótikappingar og ítróttarlegur. Um eitt sonevnt vápnapass skal verða góðkent, er tó neyðugt við samráðingum við ES
Tá íðkarar fara av landinum til kappingar og annað, so er ymiskt hvørja útgerð hvør einstakur, og hvat einstakt felag/lið skal hava við.
Tey sum fáast við skjóting, skulu hava byrsu við, og hetta gevur ávísar avbjóðingar. Tí hevur tingmaðurin hjá Javnaðarflokkinum Jóhannis Joensen, í skrivligum fyrispurningini til løgmans, spurt um, hvussu tað gongur við arbeiðinum at tryggja føroyskum ítróttaskjúttum eitt sonevnt vápnapass, sum ger, at teir kunnu ferðast til kappingar eins og skjúttar í restini av Evropa. Eisini spurdi Jóhannis Joensen hvat løgmaður ætlar at gera til tess at tryggja, at hetta kemur uppá pláss.
Í seinasta partinum av svarinum skrivar Báðrur á Steig Nielsen hetta:
- Í galdandi vápnalóg er ein heimild fyri at áseta reglur um eitt føroyskt vápnapass, sum svarar til reglurnar um ES-vápnapass, sum eru galdandi í ES-limalondunum. Um eitt føroyskt vápnapass skal góðkennast av ES, krevur hetta tó samráðingar við ES.
Harvið er alt ikki komið uppá pláss enn, men løgmaður ger fyrr í svarinum greitt, at tað er nú lættari hjá ítróttaskjúttum at kappast uttanlands.
Hetta kemst serliga av, at vápnalógin varð broytt í november 2020, og at fleiri broytingar eru gjørdar í samráð við millum annað Skjótisamband Føroya við tí endamáli at lætta um hjá myndugleikum og skjúttum, tá ið tey ferðast uttanlands.
- Seinni er ásett í kunngerð, at umsøkjarar kunnu fáa eitt serligt útflutningsloyvi til vápn, sum hevur eina gildistíð upp til tvey ár. Útflutningsloyvi kann tá nýtast við ferðing til skotkappingar, ítróttarlegur, veiðu ella líknandi, um loyvishavarin kann skjalprógva endamálið við ferðini.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 17. februar 2021
Donsku meistararnir hava tryggjað sær ein av heimsins allarbestu hondbóltssleikarum - Nummar 24 skiftir París út við Aalborg næsta summar
Hondbóltsviðmerkjarin hjá TV2 hevur skýrt tað størsta skiftið í danskari hondbóltssøgu. Fyrrapartin hósdagin skrivaðu TV2 og BT, at Mikkel Hansen og Aalborg Håndbold høvdu gjørt eina avtalu, sum fer at koma í gildi í 2022, og um middagsleitið váttaði felagið tíðindini á heimasíðu sínari
Hetta er ein av størstu døgunum í søgu felagsins, sigur stjórin Jan Larsen, og ei undur er í tí. Seinastu tíggju árini ella so hevur Mikkel Hansen verið mettur at vera ein av heimsins bestu hondbóltsleikarunum og er tríggjar ferðir kosin sum tað. 33-ára gamli bakspælarin við tí framúr góða skotinum og spælskilinum hevur vunnið alt við Danmark: EM (2012), OL (2016) og seinastu tvey heimsmeistaraheitini - á heimavølli í 2019 og í Egyptalandi í farna mánaði.
Mikkel Hansen spælir undir Nikolaj Jakobsen á danska landsliðnum, sum vísir á, at skiftið frá fronskum hondbólti og stórfelagnum PSG til danskan hondbólt og Aalborg helst ikki fer at gera, at støði hjá nummar 24 fer niður.
Venjarin, ið leiddi júst Aalborg til danska meistaraheiti í 2013, rósar felagnum og vísur á, at Henrik Møllgaard, sum skifti úr júst PSG til Aalborg í 2018, framvegis hevur eitt høgt støði. Hansen og Møllgaard skulu vera við at lyfta Aalborg nærri evropeiska toppinum, og tað er júst tað, ið Nikolaj Jakobsen vísur á kann henda. Aalborg hevur vunnið danska meistaraheiti tvey tey seinastu árini og er framvegis væl við í Champions League.
- Aalborg Håndbold hevur fingið stór altjóða úrslit seinastu árini. Eg havi framvegis risastór mál, og eg trúgvi uppá at eg kann vera við at hjálpa felagnum við at taka enn eitt upp eftir evropeiska stiganum
Nummar 24 fer skjótt aftur at skjóta mál á danskari jørð (Mynd: EPA)
Hetta segði Mikkel Hansen við heimasíðuna hjá Aalborg Håndbold í samband við kunngerðina. Hann hevur vunnið danska meistaraheiti tvær ferðir - við AG København - tað spanska við Barcelona og tað franska fleiri ferðir við PSG. Mikkel Hansen hevur tó ongantíð vunnið Champions League. Nú setur Aalborg yvirleggjaran hægri, og danskir miðlar skriva eisini í dag, at Mads Mensah helst vendir aftur til Aalborg eftir sjey ár í Týsklandi.
Mikkel Hansen fer at hava heimavøll í Gigantinum frá august 2022 og trý ár fram. Sáttmálin við PSG, ið heimsstjørnan hevur spælt við síðani 2012, gongur út komandi summar.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 18. februar 2021
Hevði verið so kedd um tað var skaðiligt fyri umdømið av Føroyum, sigur Gunnvør Virgarsdóttir
38 ára gamla Gunnvør Virgarsdóttir var stúrin um at koma til Føroya við Forsíðufrúunum í fjørsummar.
- Í tí løtuni eg lendi í Føroyum, fái eg altíð eina serliga kenslu. Ættarbondini til Føroya hava nógv at siga fyri meg, og tí er Føroyar eitt av tí týdningarmiklasta. Eg hevði eitt hugskot um, at eg vildi hava staðið fyri meg sjálvan, sigur Gunnvør Virgarsdóttir við Realityportalen.dk.
Mamma og pápi Gunnvør eru úr Føroyum, og í dag búgva pápin og systkin hennara í Danmark. Kortini hevur hon nógva familju í Føroyum.
(Mynd: Jackie Navarro / Instagram)
Hon var stúrin undan ferðini, tí hon føldi at hyggjararnir vórðu tiknir við á innsta lag, og hon var bangin fyri hvussu frúurnar fóru at skikka sær. Forsíðufrúurnar eru ikki altíð heimsins bestu vinir, og dramatikkur kann tí vera í sendingunum.
- Eg var bangin um, at okkurt kundi ganga galið, og alt tað kundi enda við at vera skaðiligt fyri umdømið av Føroyum. Tað hevði eg verið so kedd av, sigur hon við Realityportalen.
Hóast óttan hjá 38 ára gomlu forsíðufrúuni, so gingu upptøkurnar væl, og tað vóru ikki teir nógvu tvídráttirnir á túrinum.
- “Frúurnar” vóru positivar og høvdu virðing. Vit hava jú allar okkurt, sum ikki verður víst í sjónvarpinum, og fyri meg var tað Føroyar, sum eg vil ansa eftir.
Júst hvat tær hava gjørt í Føroyum kemur ikki fram, men millum annað vóru tær á floti við Magna Blástein í Vestmanna og verið ein túr við rib-báti.
(Mynd: Jackie Navarro / Instagram)
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 15. februar 2021
Einki var at missa, eydnaðist hugskotið, so var tað frálíkt. Vóru vit ikki nøgd við heimskortið, so tóku vit bert restina av pussinum burtur
Eftir vit keyptu húsini, hava vit spælt okkum við tankan um ein ráðan múrsteinsvegg. Vit vistu, at eitt vindeyða var goymt aftanfyri tann eina veggin í stovuni. Tað ynsktu vit at fáa fram aftur. Tí var nemt at velja sama veggin. Tað mesta av honum skuldi brótast niður alíkavæl.
Fyri at gera heildararbeiðið lættari, valdu vit at gera alla stovuna undir einum. Tað legst ómetaliga nógv støv allastaðni undir sovorðnum arbeiðið, so tað tóktist at vera besta loysnin í hesum førinum.
Ein stór uppgáva var nú fyri framman. Mitt í øllum støvrokinum og umgirdur av múrsteinum, fær Dánjal hugskotið, at gera eitt heimskort av pussinum, ið var á vegginum. Einki var at missa, eydnaðist hugskotið, so var tað frálíkt. Vóru vit ikki nøgd við heimskortið, so tóku vit bert restina av pussinum burtur.
Eg var nakað skeptisk, men valdi at tiga.
Tað skal ikki verda nøkur loyna, at eg ofta havi ringt við at fylgja við hugskotunum hjá Dánjal. Hann kann hava 100 ting koyrandi í senn og alíkavæl hava yvirlit. So ofta sleppi eg bara teymunum, ella rættari sagt, mínum meiningum og lati hann koyra víðari sjálvur.
Til alla lukku, helt hann seg ikki aftur, hóast mítt vantandi bjartskygni.
Tað gingu ikki nógvir tímar, so var heimskortið á vegginum.
Áftaná
Londini, sum mangla, eru dottin av undir tilgongdini. Ætlanin er, at tey skulu uppaftur seinni:
Framferðarháttur:
• Lýs á veggin við projektor
• Sker heimskortið leyst frá restini av vegginum, heilt inn til múrsteinarnar
• Høgg alt pussið burtur, ið er uttanum.
• Smyr veggin væl við grundara, helst við lítlum pensli, so man kemur væl inn í øll hol. Tað fyrsta lagið sýgur nógv í seg, ímeðan aðru ferð, fer sera lítið á.
----
Eg eiti Karin og eri gift við Dánjali. Saman eiga vit børnini, Natalia, Nóa, Jónas og verða skjótt ríkað við enn einum beiggja.
Vit eru búsitandi í Vejle.
Eg lesi eina ”professiónsbachelor í ernæring og sundhed”, og eri avloysari á eini kreppumiðstøð fyri kvinnur og børn.
Fram til september eri eg enn einaferð í barsil.
Dánjal er útlærdur múrari og býggifrøðingur. Hann arbeiðir sum projektleiðari á renoveringsdeildini hjá Casa AS.
Vit hava stóran áhugað fyri umvæling, innrætting, endurnýtslu, kreativiteti, familjulívinum og øllum har ímillum.
Um tit ynskja at fylgja okkara dagligu renoveringsprojektum eru vit at finna á Instagram.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 16. februar 2021
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald