Lat aftur Yvirlit list articles in edition

Leygardagur 27. februar 2021 | Nr. 9 | Árgangur 2 | Kr. 0,00

Norðfra vørur góða undirtøku í Danmark

Danski privatkundamarknaðurin er øðrvísi enn tann føroyski - men kundatalið veksur støðugt

SíÐa 3

1 Leygardagur 27. februar 2021

Góðan lesihug og gott Vikuskifti

Nýggj útgáva hvønn leygarmorgun kl. 7

Oddagrein

Gott klárað

Vit kunnu vera errin í dag. Geva okkum sjálvum og hvørøðrum eitt uppiborið herðaklapp.

Vit vistu, at dagurin fór at koma, men kortini kendist tað kærkomið og óvæntað, tá heilsumyndugleikarnir fyrrapartin í gjár kundu kunngera, at Føroyar vóru koronafríar. Seinasti sjúklingurin við smittuni var meldaður frískur aftur, og seinasti persónurin í sóttarhaldi kundi sleppa út aftur í frælsið.

Og hvat nú? kunnu vit spyrja.

Onkur heldur kanska, at vit áttu at støðga allari flúgving og sigling av ferðafólki til Føroya, so kundu vit liva í frið og náðum til hatta kinverska  krímið, sum Trump kallaði tað, var bast med alla.

Men tað ber jú ikki til. Samferðslan má haldast í gongd, hjólini rulla og verðin normaliserast, og harvið er eisini sagt, at støðan vit eru í nú, neyvan varir í ævir.

Onkur vira mann fara at sníkja seg til Føroya aftur við flogfarinum, og so fara vit fjølmiðlar aftur at fortelja hvussu nógv eru smittað og hvussu nógv eru í sóttarhaldi.

Tí enn er koppsetingin als ikki komin hartil, at vit kunnu geva eftir. Vit verða framhaldandi noydd at ansa okkum, og nógv bendir á, at vit noyðast at liva við og í avmarkingum tað mesta av hesum árinum eisini.

Ímeðan kunnu vit fegnast um, at vit hava klárað okkum so væl ígjøgnum hesa alheims farsóttina, sum vit hava. Tá hugsað verður um tey offur, sum onnur lond hava havt, so má sigast, at vit eru sloppin ótrúliga lætt ígjøgnum.

Talið av deyðum orsaka av sóttini er so tætt null, sum tað kann vera, og hóast tey fyribrigdini, ið søgdust at vera nógv meira smittandi, náddu til okkara oyggjar, so vórðu tey støðgað, áðrenn tey náddu at leggja heilsuverkið og samfelagið annars lamið. Tað eiga vit at takka fyri. Teimum, sum standa á hermótinum og seta egna heilsu í vanda okkara vegna og, ja, eisini teim hægri maktum, ið tykjast halda hondina yvir okkum.

Gott vikuskifti og minst til, at hóast eitt runt null stendur sum tal á smittaðum, so er tað ongin vissa fyri, at smittan ikki er í landinum. Tí eiga vit framhaldandi at ansa eftir, halda frástøðu og reinføri. 

SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

  • Blaðið

    Stovnað 2020

    Útgevari: Knassar

    Upplag: 8446

    Lisnar síður: 32491

    Dagført 10. hvørt sekund
  • Samband

    tel. 20 80 80

    [email protected]



    Ingi Samuelsen

    Redaktørur

    [email protected]

    tel. 22 22 73


  • Borgar Kristiansen

    Lýsingarráðgevi

    [email protected]

    tel. 23 66 01

2
Leygardagur 27. februar 2021

Fisk til fólkið

Kaj Otto Frederiksberg trívist í starvinum sum stjóri á Norðfra. Tað er krevjandi, spennandi og mennandi

 
SkrivaÐ:

Ólavur Waag Høgnesen

Fyritøkan Norðfra, sum selur fisk, er vorðin alt meira sjónlig seinastu árini. Ein av eigarunum er er strandingurin Kaj Otto Frederiksberg, sum eisini er annar av stjórunum. Talan er um eina lutfalsliga lítla fyritøku í menning, so Kaj Otto fæst við annað enn skrivstovuarbeiði.

– Tað ræður um at brúka arbeiðsorkuna optimalt, so umframt at keypa og selja, so landi eg, koyri eftir fiski, skilji útróðrarfisk og pakki, leveri ís til skip og virkir, sigur Kaj Otto, tá ið vit eru á gátt hjá honum í heiminum á Viðareiði.

Hendan dagin røkir Kaj Otto stjórastarvið heiman, tí sonurin er sjúkur. Ikki verri enn so, at tann lítli er um at koma fyri seg aftur og liggur tráur eftir tí søta, sum er afturvið kaffinum. Men avtalað er, at abbin skal koma at mansuppdekka tann lítla, og teir fara hugagóðir av hurðini.

Skipssnikkari og sjómaður
Burtursæð frá lærutíðini sum skipssnikkari, so hevur Kaj Otto fingist við fisk, síðani hann fór úr 9. flokki.

– Eg tímdi ikki at ganga í skúla, so eg fór í læru sum skipssnikkari á Skála Skipasmiðju, sigur Kaj Otto, sum letur væl at lærutíðini.

– Har vóru dugnaligir handverkarar og tað var eitt gott arbeiðspláss.

Stutt eftir, at lærutíðin var liðug, so fór hann til skips. Hann var við Vesturland í Grønlandi, har teir fiskaðu rækjur, við Enniberg á Flemish Kap, undir Føroyum og í Barentshavinum, og við Beinir í Barentshavinum.

Eftir reiðiliga trý ár til skips gjørdi hann av at fara á skiparaskúla í Skagen.

Á skúlabonk og skipsbrúgv
– Eg hevði bara 9. floksprógv, so eg visti, at tað fór at verða strævið. Men eg setti í meg, at eg skuldi ikki koma heim aftur við ongum prógvi, sigur Kaj Otto.

Tað var strævið, men tað spældi nú væl av: Hann fekk skiparaprógvið og valdi at fara heim at føra útróðrarbátin Hvíthamar, sum pápi hansara hevði keypt nakað frammanundan.

Hvíthamar hevði bæði línu- og trolloyvi, men Fiskimálaráðið kravdi, at eigararnir skuldu velja antin trol- ella línuloyvi.

– Vit valdu línuloyvi, sum er tann bíligara driftin, men vit sóu skjótt, at vit høvdu valt tann verra lutin, greiðir Kaj Otto frá.

Hann førdi Hvíthamar í eini 6-7 ár – til 1999, tá ið teir seldu bátin.

Eftir hetta sigldi hann eitt skifti sum sum stýrimaður og skipari fyri reiðaríið hjá Hera
Thomsen í Gøtu, m.a. í millumlandasigling við alifóðri og øðrum. Næsti kapittulin var sum skipari á brunnbáti hjá alifelagnum Viking í fýra ár.

Á aðra rók
Í 2004 fór Kaj Otto at arbeiða hjá FOFISH, har eisini systkinabarn hansara Leif Høj arbeiddi.

FOFISH fekst tá eins og nú við at selja fisk fyri ymisk reiðarí. Kaj Otto gjørdist partaeigari í felagnum, sum tá hevði fleiri partaeigarar, men tá ið ein tíð var fráliðin, vóru Leif Høj og Kaj Otto einastu partaeigararnir.

Í 2013 valdi felagið at víðka virksemið til eisini at fevna um framleiðslu. Tað hendi, tá FOFISH keypti fiskavirkið Norðfra. Hetta er ein fyritøka, sum sá dagsins ljós í 1974, tá ið hon byrjaði í Árnafirði. Í 1997 varð virksemið flutt til Norðdepils og tá vaks virksemið munandi.

Umframt at framleiða traditionellan saltfisk, so fór Norðfra eisini undir at framleiða vørur til heimamarknaðin, sum Norðfra er kent fyri í dag. Norðfra-navnið er varðveitt í sambandi við marknaðarføringina.

Nordfra í stuttum

Stovnað: 1974
Staðsett: Í Árnafirði, Norðdepli (1997)
og Lorvík (síðani 2015).
Eigari: FOFISH
Norðfra-navnið er varðveitt sum marknaðarføringsnavn í
sambandi við sølu av fiskavørunum

Fluttu úr Norðdepli til Lorvíkar
– Atgongdin til fisk var blivin sera trupul norðanfyri, og ikki minst var tað blivið sera trupult at flyta fisk úr Norðdepli, sigur Kaj Otto.

FOFISH hevði frammanum undan keypt flakavirki í Lorvík, sum hevði ligið stilt í nøkur ár. Harumframt hevði felagið keypt Ísvirkið og hevði egna landingarmiðstøð.

– Hetta var ein upplagdur møguleiki at fáa betri atgongd til ta rávøru, sum Norðfra tørvaði, og at koma nærri okkara kundum, sigur Kaj Otto.

Tískil varð virksemið hjá Norðfra flutt til Lorvíkar í 2015.

Í sambandi við keypini av flakavirkinum og ísvirkinum var Osmund Justinussen vorðin partaeigari í FOFISH. Talan er um partar, sum kendu hvønn annan gjøgnum eitt langt áramál, tí FOFISH hevði selt fiski frá skipinunum hjá Osmundi – Sjóborg, Sæborg, Fríðborg, Stjørnuni og Polarhav.

[object Object]Høvuðssætið hjá Norðfra á havnarlagnum í Leirvík

Tríggjar súlur
Norðfra stendur í dag á trimum súlum.

Traditionella virksemið hjá FOSFISH, nevniliga søla av fiski fyri kundar, sokallað ‘trading’, er sterkasta súlan. Leif Høj hevur verið í hesum virksemi í sera drúgt áramál og hevur eitt víðfevnt keyparanetverk. Hesin parturin umboðar meira enn helvtina av umsetinginum.

– Fyri okkara kundar selja vit svartkalva, kongafisk, blálongu, havtasku og annað, og nógv tann størsti parturin fer til lond í Evropa, sigur Kaj Otto.

Minsta súlan í umsetningi er landingarmiðstøðin, sum kortini hevur sera stóran týdning fyri samlaða virksemið. Fýra trolarar landa fast har, eitt nú Sigatindur og Jens Leon hjá Osmundi Justinussen, umframt fleiri útróðrarbátar.

Triðja súlan er framleiðslan. Her er talan um tær vørur, sum Norðfra er vorðið kent fyri í dag. Talan er um toska- og serliga hýsufløk, raspað flak, frikadellur, knettir, fiskabollar, kjálkar, havtaskuhalar o.a.

Fiskavørunar verða seldar í flestu handlum í Føroyum og tær verða eisini seldar umvegis netið eftir ‘bið og tú skalt fá’-prinsippinum, ella ‘on demand’, sum tað eisini verður rópt.

Kaj Otto heldur, at nethandilin hjá Norðfra mundi vera tann fyrsti í Føroyum. Hann greiðir frá, at bíleggur tú um netið, so verður vøran koyrd til dyrnar ella – tá ið tað er í Havn – koyrd til ávís støð, sum kundarnir kenna.

Harumframt verða vørurnar hjá Norðfra seldar í sokallaðari smásølu. Norðfra hevur bilar, sum eru á føstum støðum kring alt landið eftir fastari ætlan, sum finst á heimasíðuni hjá Norðfra.

– Hetta riggar sera væl og hevur vundið meira og meira upp á seg, sigur Kaj Otto.

Vørurnar verða eisini seldar á danska marknaðinum (sí aðra grein)

Avbjóðingar og vónir
Korona hevur eisini gjørt sína ávirkan galdandi hjá Norðfra. Kaj Otto upplýsir, at í 2019 var umsetningurin 128 millonir krónur, í fjør var hann 60 milliónir krónur.

– Hóast hetta, so hava vit góðar vónir fyri framtíðina. Skal felagið mennast, so noyðist man at vera úti um seg, tá ið tað kemur til vørumenning og sølu, og at gera framleiðsluna so effektiva sum gjørligt. Í hesum sambandi er tað sera umráðandi at vit hava dugnalig og trúgv starvsfólk, sigur Kaj Otto.

Nógv tíð fer við arbeiði, og tað er minni enn so bara í vanligari arbeiðstíð. Í morgin
[fríggjadag] endar vikan við m.ø. móttøku og skiljing av útróðrarfiski, og so verður gott at sleppa at spenna frá í vikuskiftinum.

Strandingurin trívist væl á Viðareiði.

– Eg eri ikki sørt bygdarligur, so eg trívist væl her. Um summarið dámar mær at ganga í fjøllunum, og hesa tíðina royni at sleppa mær upp í at spæla fótbólt leygardagar í nýggja skúlanum her norðuri, sigur Kaj Otto.

[object Object]Eitt kent andlit hjá mongu trúføstu kundunum hjá Norðfra. Tummas Justinussen

 

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 27. februar 2021

3
Leygardagur 27. februar 2021

Norðfra vørur góða undirtøku í Danmark

Danski privatkundamarknaðurin er øðrvísi enn tann føroyski - men kundatalið veksur støðugt

 
SkrivaÐ:

Ólavur Waag Høgnesen

Í 2016 stovnaði Norðfra partafelag í Danmark, saman við Pól Martin Petersen av Skipanesi. Partarnir eiga hvør sína helvt av partapeninginum.

– Í løtuni selja vit størru helvtina av okkara vørum í Føroyum, men parturin í Danmark er vaksandi, sigur Kaj Otto Frederiksberg.

Á Fyn, har virksemið byrjaði, gekst væl at fáa gongd á, men tað krevur sera stórt arbeiði at víðka um kundagrundarlagið víða um í Danmark.

Danski privatkundamarknaðurin er øðrvísi
Felagið hevur umleið 11.000 skrásettar privatkundar, sum er gott. Hetta vil kortini ikki siga, at allir hesir kundar keypa hvørja viku.

– Danski privatkundamarknaðurin er øðrvísi enn tann føroyski. Føroyingar flestir hava eina stóra frystiboks, men flestu danir hava eitt lítið frystiskáp. Tað er ein avmarking, sum setur mark fyri, hvussu skjótt, vit kunnu vaksa, greiðir Kaj Otto frá.

Dyrgja eftir stovnum
Felagið hevur roynt at fáa leveringsavtalur við danskar stovnar, men tað er lættari sagt enn gjørt.

– Stovnar hava langtíðaravtalur, so tað er ikki lætt at koma inn á tann marknaðin. Talan kann verða um stórar nøgdir, sum kann kasta nógv av sær. Hinvegin skulu vit ansa eftir, at vit ikki gera avtalur, uttan so at tað er púra greitt, at vit kunnu levera, sigur Kaj Otto.

Strævið, men vit trúgva upp á tað
Mett verður, at kundarnir í Danmark er helvt um helvt danir og føroyingar (ella danir við sambondum til føroyingar), men danir fara skjótt at hava munin. Tað gongur framá, og felagið hevur góðar vónir um at vaksa á danska marknaðinum.

Men tað hevur ikki gingið beint uppeftir.

– Vit hava hækkað partapeningin meira enn eina ferð, og tað hava vit gjørt, tí vit trúgva upp á hetta, vísir Norðfra-stjórin á. 

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 27. februar 2021

4 Leygardagur 27. februar 2021

Løgmaður: Landsbankin hevur onga neyðuga funksjón í løtuni

Sær ongan trupulleika við óheftni í ætlanini hjá fíggjarmálaráðharranum

(Savnsmynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

- Ætlanin hjá landsstýrismanninum er eitt kompromis, so at vit fáa eitt sindur av innihaldi í Landsbanka Føroya. Landsbankin hevur verið ein kastibløka hjá fleiri samgongum. Nú eru vit samd um at varðveita stovnin og ístaðin geva honumnum eitt innihald, so at nevndin í Landsbankanum eisini verður Búskaparráð.

- Tí sannleikin er, at Landsbanki Føroya ikki hevur nakra neyðuga funksjón í føroyska samfelagnum. At umsita ognirnar hjá landskassanum er fyrr gjørt av Gjaldstovuni, og at upptaka lán vegna landskassan krevur ikki meira enn eina telefonsamrøðu niður til Nordea Bank – tað nýtast vit ikki at hava ein serstakan stovn til taka sær av.

Soleiðis segði Bárður á Steig Nielsen, løgmaður millum annað, tá hann á Løgtingi mikudagin skuldi svara spurningi viðvíkjandi ætlanunum hjá Jørgen Niclasen, landsstýri við fíggjarmálum at umskipa Landsbankan, so at stýrið í framtíðini tekur á seg uppgávurnar hjá Búskaparráðnum, sum ístaðin verður niðurlagt.

Svaraði ikki spurninginum í fyrstu syftu
Tað, sum Aksel V. Johannesen spurdi løgmann um var, um hvussu verður við óheftninum og armslongdarprinsippinum, tá tað nú eftir ætlan verður landsstýrismaðurin einsamallur, sum skal velja stýrið fyri Landsbankan, sum eisini skal vera hansara fremsti ráðgevi á búskaparliga økinum.

Løgtingslimir undraðust stórliga yvir, at løgmaður ikki kom sær at svara tí, sum spurt varð um.

Aksel V. Johannessen vísti á, at tað er ein stórur trupulleiki, at landsstýrismaðurin nú sjálvur skal velja ráðið, og hann undraðist yvir, at hendan ætlan nú verður framd, hóast fleiri partar staðiliga mæla frá at farið verður frá armslongdarprinsippinum millum stýrið fyri Landsbankan og avvarðandi landsstýrismann.

Formaður Javnaðarfloksins eftirlýsti eisini, at Sambandsflokkurin gevur Fólkaflokkinum og serliga formanninum eitt sindur av mótspæli í staðin fyri bara at siga seg vera ósamdan í nøkrum av átøkunum hjá Jørgeni Niclasen og samstundis atkvøða fyri teimum.

Hesum vildi løgmaður ikki hava liggjandi á sær og segði Sambandsflokkin vera tann, sum “førir ann í samgonguni” uttan at koma nærri inn á hetta evni.

Hann brúkti eisini seinastu løtuna at koma inn á óheftnið.

Løgmaður segði, at samgongan er samd um at minka talið av nevndum, og at hetta er eitt av teimum átøkunum.

Viðvíkjandi óheftni sær løgmaður ikki nakran trupulleika, tí tað nú eru fleiri partar, sum koma við innstilling til limirnar í nevndini fyri landsbankan.

- Í staðin fyri, at tað bert var ein stovnur, Fróðskaparsetrið, ið tilnevnir fólkini til Búskaparráðið, verða tað fleiri partar umframt Fróðskaparsetrið, t.e. arbeiðsgevarafelagið, peningastovnarnir, búskapar- og løgfrøðingafelagið og grannskoðarafelagið, ið koma við innstillingum til landsstýrismannin, ið so velur tríggjar limir og tríggjar varalimir til nevndina fyri Landsbankan, segði løgmaður.

 

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 24. februar 2021

5

Størv

Programmsamskipari til Landssjúkrahúsið

Meira Umsóknarfreist: 12. desember 2024

Djóralækni

Meira Umsóknarfreist: 08. desember 2024

Roðin søkir eftir heilsurøktara til sambýlið Vesturskin á Toftum

Meira Umsóknarfreist: 12. desember 2024

Reingerðarfólk til Glasir

Meira Umsóknarfreist: 11. desember 2024

Deildarleiðari til Terapideildina í Heilsu- og umsorganartænastuni

Meira Umsóknarfreist: 16. desember 2024

Kundaráðgevi til Betri Pensjón

Meira Umsóknarfreist: 05. januar 2025

Lastbilsmekanikara-lærlingur til Stórbilar

Meira Umsóknarfreist: 06. desember 2024

Løgfrøðingur til Fiskivinnu- og samferðslumálaráðið

Meira Umsóknarfreist: 01. januar 2025

Deildarleiðari til heimatænastuna í Roðanum

Meira Umsóknarfreist: 15. desember 2024

Seniorrådgivare till Generalsekreterarens kontor vid Nordiska ministerrådets sekretariat i Köpenhamn

Meira Umsóknarfreist: 15. desember 2024

Tannrøktari ella klinikkatstøðingur til Boyla

Meira Umsóknarfreist: 30. desember 2024

Samskiftisráðgevi til Vinnuhúsið

Meira Umsóknarfreist: 16. desember 2024
6 Leygardagur 27. februar 2021

Aftur á null

Í gjár, fríggjadagin kundi staðfestast, at Føroyar aftur eru koronafríar. Eingin positivur og eingin í sóttarhaldi

(Mynd: Ólavur Frederiksen / Faroephoto)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Tað hevur verið nær við fleiri ferðir, men ikki síðani 17. juli hava Føroyar verið koronafríar. Og hetta er gleðiliga støðan aftur nú.

Heilsumyndugleikarnir kunngjørdu fyrrapartin nýggjastu tølini, og tann eini persónurin, sum framvegis var í tølunum í gjár, er nú staðfestur frískur.

Eingin er positivur í løtuni og heldur er eingin í sóttarhaldi.

Tilsamans eru nú fleiri enn 230.000 kanningar gjørdar.

Tá flest vórðu smittað við korona í Føroyum var miðskeiðis í august tá 147 fólk høvdu fingið staðfest covid-19.

 

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 26. februar 2021

7 Leygardagur 27. februar 2021

Lata meira upp í komandi viku

Løgmaður boðar frá, at nú støðan í Føroyum er so góð, er grundarlag fyri at gera nakrar tillagingar í tilmælunum. Landsstýrið fer í komandi viku at kunna um hetta

Bárður á Steig Nielsen (Mynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

- Við ongum smittaðum í løtuni og útlitunum fyri, at fleiri og fleiri verða koppsett, er grundarlag fyri at gera nakrar tillagingar. Seinni í komandi viku fara vit at kunna um ætlaðu broytingarnar, sigur løgmaður í fráboðan í dag, nú seinasti positivi persónurin við korona er staðfestur frískur.

- Vit hava stórt sæð livað frítt og frælst í Føroyum, men kortini eru nakrar fáar avmarkingar eftir. Vit í landsstýrinum hyggja í løtuni eftir, hvørji stig eiga at verða tikin komandi mánaðirnar í mun til galdandi tilmæli, sigur løgmaður.

Hann leggur kortini dent á, at um vit vilja varðveita góðu støðuna, mugu vit framhaldandi ansa eftir. Við útlitum fyri, at flest øll verða koppsett um tríggjar mánaðir, snýr tað seg um at halda fram við at taka neyðug fyrivarni, heldur løgmaður.

Men hann fegnast stórliga um frálíku tíðindini í morgun, og sigur, at vit í Føroyum hava gjørt nógv rætt.

- Ein styrki hevur verið, at vit hava hildið fast um somu ætlan við at kanna, spora og avbyrgja. Gaman í hava vit ikki verið samd í øllum lutum, men hvørja ferð smittuhóttanin er vaksin, hava vit øll drigið eina línu og steðgað smittuni, sigur løgmaður.

Hetta er fyrstu ferð síðani í summar, at Føroyar eru koronafríar aftur.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 26. februar 2021

8 Leygardagur 27. februar 2021

Hesi eru koronatilmælini í løtuni

Landsstýrið fer í næstum at lata samfelagið meira upp, men í løtuni eru tilmælini eitt nú, at ikki fleiri enn 20 fólk savnast í óskipaðum bólkum

Í løtuni kunnu 100 fólk savnast til ítróttatiltøk innandura (Savnsmynd: Jens Kr. Vang)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Føroyar eru koronufríar aftur, men tað kann vera torført at minnast hvørji tilmæli myndugleikarnir hava. Tey eru broytt nógv síðani fyrsta tilburðin av covid-19 í mars í fjør.

Men tilmælini eru millum annað, at tveir metrar frástøða eigur at vera hildin í almenna rúminum og at ikki fleiri enn 20 fólk eiga at savnast í óskipaðum bólkum.

Og at í mesta lagi 100 áskoðarar undir skipaðum umstøðum eiga at koma saman til innandura ítróttakappingar. Tað sást aftur tá steypafinalur vóru í hondbólti farna vikuskifti, og bara ein útvaldur skarði av fólki skapp til dyst. Um vikuskiftið verða finalur í flogbólti, og tá er tað sama galdandi.

Her eru øll tilmælini seinast dagførd 19. januar 2021:

• Øll óneyðug ferðing til onnur lond verður frámæld.

• Mælt verður til at fólk í størstan mun bara eru saman við teimum nærmastu og teimum, sum tey plaga at vera saman við.

• Mælt verður til at halda tveir metra frástøðu frá øðrum fólki í almenna rúminum og annars, har hetta ber til.

• Mælt verður til, at øll størri tiltøk so sum festivalar, ítróttastevnur og aðrar stórar veitslur fyribils verða útsettar ella avlýstar.

• Mælt verður frá at savnast í óskipaðum bólkum við fleiri enn 20 fólkum.

• Tað kunnu í mesta lagi savnast 100 fólk, men einans um til ber at halda tveir metra frástøðu millum fólk ella húski.

• Handilsvinnan eigur at tryggja, at spritt er tøkt, og reingerðin í handlinum er í lagi. Skelting eigur at veða sett upp fyri at hjálpa kundunum at bera seg rætt at. Starvsfólk eiga hava verndarútgerð, um neyðugt. Handlar kunnu lætta um við til dømis at hava munnbind tøk til viðskiftafólk. Og tað er ábyrgdin hjá handilsvinnuni at tryggja, at ikki ov nógv eru í handlinum í senn, so at neyðuga frástøðan verður hildin.

• Tað er skilabest, at bert ein persónur úr húsarhaldinum stendur fyri innkeypinum, heldur enn at øll familjan fer til handils saman. Best er eisini at fara til handils, tá ið fá fólk eru í handlunum. Um nógv fólk eru í handlinum, er best at bera munnbind.

• Mælt verður til, at í mesta 100 áskoðarar - undir skipaðum umstøðum - koma saman til innandura ítróttakappingar.

• Mælt verður frá, at skúlar, frítíðarskúlar og dagstovnar skipa fyri størri tiltøkum, har onnur enn tey, sum tey vanliga eru saman við, eru við. Hetta merkir, at tað ikki eigur at verða skipað fyri tiltøkum, har foreldur ella onnur avvarðandi eru við.

• Ferðandi eiga dagarnar undan fráferð at vera serstakliga varin. Atferðin hesar dagarnar kann vera avgerandi.

• Øll ferðandi, sum koma til Føroya eiga at fara í heimauppihald til tey hava fingið úrslitið av kanningini sætta dag. At vera í heimauppihaldi merkir, at tú eigur ikki at fara til arbeiðis. Tú eigur ikki at fáa vitjan í hesum tíðarskeiðinum. Tú eigur ikki at fara til handils ella ørindi, men tú kanst t.d. fara túr í egnum bili og vera úti í náttúruni, har tú ikki kemur nær at øðrum fólkum.

• Ferðandi eiga undir ongum umstøðum at vitja avvarðandi á sjúkrahúsum, røktarheimum ella sambýlum, fyrr enn staðfest er, at royndin á 6. degi er negativ.

 

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 26. februar 2021

9 Leygardagur 27. februar 2021

Ferðafólk rinda fyri koronukanningar árið út

Jørgen Niclasen hevur lagt uppskot fyri tingið um at leinga skipanina við at ferðafólk sjálvi rinda 312 krónur fyri koronukanning við komu til Føroya

 
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Skipanin við at ferðafólk rinda eitt avgjald upp á 312 krónur við komu til Føroya fyri koronukanning verður longt til at vera galdandi árið út. Tað sigur uppskot frá Jørgen Nilasen, landsstýrismanni í fíggjarmálum.

Lógin skuldi annars bara vera galdandi til 1. apríl, men grundað á, at kravið um at lata seg kanna við komu til Føroya stendur við, verður lógin eisini broytt.

Í uppskotinum stendur at um farsóttarlógin sleppur kravinum um kanning við komu til FØroya, verður tíðarskeiðið, lógin er galdandi, stytt.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 26. februar 2021

10 Leygardagur 27. februar 2021

Floksformaðurin meldar seg úr Sjálvstýri

Jógvan Skorheim boðaði týsdagin frá, at hann tekur seg úr flokkinum

(Savnsmynd: Jens Kr. Vang)
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

- Eg havi í dag tikið avgerð um, at eg fari frá sum formaður í Sjálvstýri, og samstundis taki eg meg úr flokkinum.

Soleiðis skrivaði Jógvan Skorheim í almennari fráboðan týsdagin. Hann fer at halda fram í politikki, skrivar hann, fyribils sum uttanflokka býráðslimur í Klaksvíkar býráð.

Jógvan Skorheim skrivar soleiðis í fráboðanini:

“Eg havi hugsað væl og leingi um hesa avgerð, og hon hevur verið tung at taka. 

Tá ið eg gjørdist formaður fyri Sjálvstýri, hevði eg eina vón um at savna flokkin og flyta hann fram á leið eftir eitt drúgt tíðarskeið við skiftandi formonnum og ófriði. Tíverri má eg staðfesta, at tað eydnaðist ikki. Eg kenni meg ikki hava neyðugu undirtøkuna í flokkinum, og eg má ásanna, at eg havi ikki megnað at loyst mína høvuðsuppgávu, hóast eg havi lagt stóra orku í arbeiðið.

Tí havi eg tikið avgerð um at siga meg frá sum formann fyri Sjálvstýri og samstundis eisini siga farvæl til flokkin, ið eg havi verið partur av seinastu nógvu árini. 

Eg haldi fram í politikki, og næstu árini verður tað sum uttanflokka býráðslimur í Klaksvíkar kommunu. Eg brenni fyri politikki, og eg vil fegin vera við at menna Klaksvíkar kommunu og føroyska samfelagið sum heild.

Eg fari framhaldandi at leggja nógva orku í at arbeiða fyri, at Klaksvíkar kommuna er við í fremstu røð, at kommunan skapar dyggar karmar fyri vinnulívið at virka í, og at ung og gomul trívast í kommununi.

Eg takki Sjálvstýri fyri, at eg fekk møguleikan at virka í flokkinum, og at eg fekk álitissessin at vera formaður floksins. Eg ynski flokkinum blíðan byr í komandi tíðum.”

Á løgtingsvalinum í 2019 misti Jógvan Skorheim sín løgtingssess til borgarstjóran á Tvøroyri, Kristin Michelsen. Á kommunuvalinum í november í fjør eydnaðist tað ikki Jógvani Skorheim at halda fram sum borgsrstjóri í Klaksvík.

Fyrrverandi formaður floksins, Kári P. Højgaard, ið annars hevur tikið seg úr politikki er næstformaður í Sjálvstýri og nú virkandi formaður.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 23. februar 2021

11 Leygardagur 27. februar 2021

Óhugnaligt at tað ber til at koma til Føroya, hølva onkran av, og fara avstað aftur

Bill Justinussen fegnast um uppskot sum skal geva Taks atgongd til ferðafólkalistar. Hetta er genialt í stríðnum móti rúsevnainnflutninginum, segði hann í tinginum

Bill Justinussen (Savnsmynd: Jens Kr. Vang)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Bill Justinussen úr Miðflokkinum fegnast um, at við uppskotinum frá Jørgen Niclasen um broytingar í tollógini fer eitt nú at bera til, at síggja ferðafólkalistar hjá flutningsfeløgum, sum flúgva og sigla upp á Føroyar.

- Hetta, at man gevur myndugleikunum møguleika at fáa atgongd til ferðafólkalistar, fáa atgongd til hvørji tey fólkini eru sum ferðast, hvør tað er, sum hevur keypt ferðaseðlarnar og hvaðani tey koma. Tað kann vera eitt ógvuliga hent amboð í stíðnum móti rúsevnainnflutninginum, segði Bill Justinussen, tá uppskotið var til fyrstu viðgerð í vikuni.

- Frá tingsins røðarapalli hava vit hoyrt, at tað komu fólk til Føroya og fóru á ávísar adressur í landinum, bankaðu uppá, tóku fólk út, og hølvaðu tey av og fóru illa við teimum fyri síðani at fara av landinum aftur, segði Bill Justinussen.

- Tað er óhugnaligt, at tað skal bera til í okkara landi, at útlendingar kunnu koma her og gera seg inn á okkum føroyingar á ein slíkan ræðuligan hátt. Tí haldi eg, tað er gott, at tað ber til hjatollvaldinum at síggja ferðafólkalistar fyri at verja ungfólk og familjurnar hjá teimum.

Hann nevndi eisini tað, at lógin gevur møguleika at kalla skip til lands sum liggja á reduni, fyri at kanna hvør er umborð og so víðari, sum eitt gott hugskot.

- Hetta eru tiltøk, sum eg haldi eru genial í stíðnum móti rúsevnamisnýtsluni og innflutninginum, segði hann.

- Vit verða noydd at gera tiltøk, sum hava til endamáls at basa rúsevnamisnýtsluni í Føroyum.

Uppskotið liggur í fíggjarnevndini.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 26. februar 2021

12 Leygardagur 27. februar 2021

Aftur ein rútur í knús á Erlu Kongsdóttir

Framtíðin á Nólsoyarleiðini framvegis óviss

(Mynd: Leif Hansen)
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

Tvíkiljan Erla Kongsdóttir er givin at røkja nólsoyarsiglingina.

Týsmorgunin hendi tað, at ein av rútunum á strandfaraskipinum Erlu Kongsdóttir fór í knús.

Eftir hendingina er Jósup settur at røkja rutusiglingina til Nólsoyar. Nær og um Erla Kongsdóttir fer í sigling aftur, er óvist. Ein frágreiðing skal nú gerast.

Óvist er yvirhøvur hvussu verður við siglingini til Nólsoyar komandi mánaðirnar.

Tá vanliga Nólsoyarferjan, Ternan, einaferð er liðug eftir drúgva umvæling, tað hendir væntandi umleið 1. apríl, skal hon setast í sigling fyri Teistan um Skopunarfjørð, meðan Teistin er í dokk.

1. apríl skal Jósup eisini setast inn í vanligu summarsiglingina til Mykinesar.

Seinni í summar er eisini ætlanin at seta Ternuna í siglingina um Kalsoyarfjørð, tá Sam eftir ætlan skal til 45 ára eftirlit.

 

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 23. februar 2021

13 Leygardagur 27. februar 2021

Ein lítil triðingur ætlar sær at ferðast í summar

Fólk eru ymisk á máli, men 29 prosent ætla sær at ferðast í summar, meðan 35 prosent vera verðandi í Føroyum. Nógv ivast í spurninginum

(Savnsmynd: Ólavur Frederiksen / Faroephoto)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Tað er ymiskt hvat fólk svara, tá tey verða spurd um tey ætla sær at ferðast í summar.

Í kanning, sum Spyr.fo hevur gjørt fyri útvarpssendingina Breddan, svara 29 prosent at tey ætla sær at ferðast í summar meðan meira enn ein triðingur, 35 prosent ikki ætlar sær nakran veg.

Nógv ivast. Heili 37 prosent svara seg ikki vita enn.

Eisini spurdi Spyr.fo um føroyingar halda, at útlendskt ferðafólk skulu sleppa til Føroya, og eisini her er torført at gera eina niðurstøðu.

39 prosent svara ja, 37 prosent halda ikki at ferðafólk skulu koma hendan vegin, meðan 24 prosent siga seg ikki vita.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 25. februar 2021

14 Leygardagur 27. februar 2021

Løgmaður raðfestir burðardyggan vøkstur

Undanfarna fríggjadag hevði Bárður á Steig Nielsen, løgmaður, sín fyrsta fund í Vakstrarforum, ið er ein arbeiðsbólkur, sum skal virka fyri burðardyggum virðisvøkstri í føroyska samfelagnum

 
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Á fundinum umrøddi Vakstrarforum, hvørji høvuðsøki í samfelagnum eru mest uppløgd at arbeiða meira nágreiniliga við, og sum harvið skulu raðfestast politiskt.

Ein niðurstøða av fundinum var, at Vakstrarforum beinanvegin eigur at arbeiða við havinum sum vakstrarøki. Vakstrarforum er samt um at viðgera nærri, hvussu enn størri virði kunnu gagnnýtast úr havinum á ein burðardyggan hátt, og hvussu hetta best gerst tættur í einum ringbúskapi. Á næsta fundi verður hetta viðgjørt nærri, samstundis sum onnur øki verða eyðmerkt at viðgera í Vakstrarforum.

Fyrrverandi danski forsætisráðharrin, Lars Løkke Rasmussen var eina løtu gestur á fundinum gjøgnum video. Hann greiddi frá sínum royndum við at leiða ymisk forum.

[object Object]

– Føroyar skulu fyrireika seg til framtíðina. Vit skulu taka av teimum møguleikum, sum tøknin og sambandið við umheimin gevur okkum. Vælferðin kemur ikki av sær sjálvari. Tí havi eg sett eitt vakstrarforum á stovn, ið skal seta nøkur ýti. Við hesum stinga vit út í kortið og tryggja vælferðina í framtíðini, segði løgmaður eftir fundin.

Endamálið við Vakstrarforum er at birta upp undir virðisøking í siðbundnu vinnunum og alternativum framtíðarvinnum í Føroyum. Vakstrarforum er tíðaravmarkað til hálvt annað ár – tað skal virka frá februar 2021 til juni 2022, tá ið ítøkilig uppskot um virðisøking skulu vera komin burturúr.

Ein samanumtakandi frágreiðing verður eftir ætlan liðug á sumri 2022. Vakstrarforum er samansett av fólkum við servitan úr ymiskum vinnugreinum, arbeiðsmarknaði, gransking, íverksetan, orku, burðardygd og øðrum.

Tíðindaskriv frá Løgmansskrivstovuni

 

 

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 13. februar 2021

15 Leygardagur 27. februar 2021

Nýggja bryggjaríið eitur Oy

Hølini eru fingin til vega í gamla timburhandlinum á Hálsi í Havn, og nú er navnið eisini komið upp á pláss

Petur Øl (Mynd: OY)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Tað var beint fyri jól, at tað gjørdist alment at fyrrverandi stjórin í Okkara, Petur Petersen, eisini kallaður Petur Øl, saman við øðrum fór at stovna nýtt bryggjarí.

Beinanvegin var greitt, at ætlanin var at skipa fyri eini navnakapping, og tá tann kappingin fór av bakkastokki fyrst í januar, streymaðu hugskotini inn.

Navnið er “OY”.

- OY er uppkallað eftir okkara oyggjum, sum bryggjað verður á, hóast smakkurin kemur úr øllum heiminum, sigur Petur Øl.

Bryggjarin verður flogin úr USA, og við sær hevur hann smakksamansetingar til okkara fjarskotna part av heiminum. Vit fara saman at bryggja klassiskar øl, sum gagnast flest øllum væl, verður sagt.

OY merkir oyggj og kann sigast á øllum málum.

[object Object]

Væntandi vera 6 til 8 fólk sett í starv tá Oy byrjar sín rakstur, og eisini verður handil, har møguleiki verður at keypa vørurnar, sum verða bryggjaðar. Ætlanin er eisini at hava eina barr, har møguleiki er at smakka vørurnar áðrenn keypt verður.

Tað eru vinnulívsfólk í Havn sum standa aftanfyri. Nevndarformaður í felagnum er Jens Meinhard Rasmussen, stjóri á Skansi Offshore. Hinir nevndarlimirnir eru Jóhannes Jensen, stjóri í Gist & Vist, Høgni Hansen, stjóri hjá Poul Hansen, Óli Restorff Hansen og Rúni M. Djurhuus.

[object Object]Her heldur nýggja og triðja bryggjaríið í Føroyum til, á Hálsi í Havn

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 26. februar 2021

16 Leygardagur 27. februar 2021

Mínlykil fer í søguna

Eftir at hava virkað sum talgild innritan hjá føroyingum í sjey ár, fer Mínlykil at takka fyri seg. Talgildu Føroyar boða frá, at Mínlykil verður gjørdur óvirkin seinni í ár

 
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Samleikin er komin í staðin fyri Mínlykil, og við honum hava vit eina trygga og brúkaravinarliga loysn, sum allir føroyingar kunnu brúka.

Mínlykil varð tikin í nýtslu í 2014. Tað var eitt samstarv millum Elektron og Posta, ið menti loysnina. Í 2017 yvirtók Gjaldstovan (Talgildu Føroyar) Mínlykil og Mínboks.

Longu nú ber til at rita inn á Borgaragluggan, Vinnugluggan, Mínrokning, LÍV og Vangan við Samleikanum. Um stutta tíð fara Tórshavnar Kommuna, Posta og Gjensidige Forsikring at brúka Samleikan sum innritan til sínar talgildu tænastur. Sostatt verða allar tænastur, ið hava brúkt Mínlykil tøkar umvegis Samleikan. Seinni í ár fara føroysku peningastovnarnir eisini at brúka Samleikan til netbankarnar.

28.000 føroyingar eru skrásettir sum brúkarar av Mínlykil. 11.000 av teimum hava longu fingið sær Samleikan, og kunning verður nú send øllum brúkarum um at bíleggja sær Samleikan, áðrenn Mínlykil verður gjørdur óvirkin. Dagfestingin er ikki endaliga ásett, men hon verður einaferð í summar.

Tað er skjótt og ómakaleyst at fáa sær Samleikan. Samleikin er ein app, sum tú tekur niður á telefonina ella teldilin. Les meira um hvussu tú brúkar Samleikan á heimasíðuni samleikin.fo.

Eftir sjey ára tænastu, takkar Mínlykil fyri seg og við Samleikanum fara alt fleiri møguleikar at verða tøkir hjá føroyingum. Samleikin lýkur altjóða trygdarkrøv og kann brúkast sum bæði talgild undirskrift og til tænastur uttanlands.

 

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 22. februar 2021

17 Leygardagur 27. februar 2021

Starvsfelagið feiraði stovningardagin

60 ár eru liðin síðani størsta fakfelagið á almenna arbeiðsmarknaðinum. Hetta varð hátíðarhildið í Smæruni og í hølum felagsins. Felagið eitur nú Starvsfelagið

Fyrrverandi forfólk í Starvsmannafelagnum, saman við sitandi formanni, frammanfyri nýggja navni og grafiska samleika felagsins. Frá vinstu Andrass Skaalum, Jákup Danielsen, Selma Ellingsgaard, Gunnleivur Dalsgarð og Súni Selfoss
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Týsdagin vóru 60 ár liðin síðani størsta fakfelagið á almenna arbeiðsmarknaðinum, Starvsmannafelagið, varð sett á stovn. Hetta varð hátíðarhildið í Smæruni og í hølum felagsins. Felagið eitur nú Starvsfelagið.

Stovningardagurin er hildin við manér í allan dagin.

Fyrrapartin vóru fakfeløgini í Fakfelagssamstarvinum til morgunmatar í hølum felagsins. Og bæði fyrrapartin og seinnapartin var opið hús, har bæði limir, álitisfólk og nógv onnur stukku inn á gólvið til te, kaffi og lagkøku.

Nýtt navn og grafiskur samleiki
Aftaná døgverða var eitt tiltak fyri umleið 100 innbodnum í Smæruni.

Súni Selfoss, formaður kunngjørdi nýggja grafiska samleikan og nýggja navnið “Starvsfelagið”, sum varð tikið alment í brúk í dag. Tað er lýsingarstovan Virka sum hevur gjørt nýggja grafiska samleikan.

Eisini varð ein nýggj heimasíða kunngjørd, sum loysir gomlu heimasíðuna av, sum hevur eini 10 ár á baki.

Og loksins varð eitt jubileumsrit lagt framt, sum Kári Mikkelsen, journalistur, hevur lagt til rættis. Innihaldið eru samrøður við fyrrverandi forfólk í felagnum um fakfelagssøguna og verandi formann og nevndarlimir í felagnum um framtíðar avbjóðingarnar. Harumframt er áhugavert søguligt tilfarið úr søgu felagsins at lesa í blaðnum. 

[object Object]Umleið 100 fólk vóru til hátíðarhaldið í Smæruni seinnapartin

Røður og tónleikur
Núverandi og fyrrverandi forfólk í Starvsmannafelagnum hildu røður á hátíðarhaldinum í Smæruni, og Helgi Eidesgaard, søgufrøðingur, hevði framløgu um samfelagsliga leiklutin hjá føroysku fakfelagsrørsluni.

Borðreitt var við lættari ábiti og drekkandi aftur við. Og undirhaldinum syrgdu Finnur Hansen, tangentleikari, og kvinnubólkurin Sway fyri.

 

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 23. februar 2021

18 Leygardagur 27. februar 2021

Skal vera møguligt at spara upp uttan at vera revsaður

- Vit skulu rinda fyri at taka pening út, flyta pening, og nú eisini fyri at spara upp. Tað er púra burturvið, heldur tingkvinna

Beinta Løwe (Mynd: Jens Kr. Vang)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Tað er fallið Beintu Løwe, tingkvinnu fyri Tjóðveldi, fyri bróstið, at bankarnir eru farnir at hava negativa rentu. Hon sigur í lesarabrævið, at tað ikki kann halda fram, at fólk ikki kunnu spara pengar upp, uttan at verða revsaði.

- Eg veit, at bankar skulu tjena pengar, men vanlig fólk mugu kunna spara upp uttan at verða revsaði. Hetta kann ikki halda fram. Politiska skipanin má inn, at verja fólkið, skrivar hon í lesarabrævinum.

- Ein bankarænari plaga vit at siga um ein, sum rænir pening úr bankunum. Men nú er tað næstan vorðið øvugt, tí nú taka bankar pening frá viðskiftafólkunum.

Tað er lógarkrav, at løn og annað skal gjøgnum peningastovnar, og tí eru fólk noydd at hava ein peningastovn.

- Men nú skulu vit rinda fyri at taka pening út, flyta pening, og nú eisini fyri at spara upp. Tað er púra burturvið.

- Ætlar tú at keypa hús, skal tú hava eginpening. Men hava eini ung hjún spart sær upp, verða tey revsaði við rentu frá bankanum. Hevur ein handverkari spart upp fyri at hava eina trygga lítla fyritøku, so verður eisini hann revsaður. Spara fólk upp fyri at hava okkurt at standa ímóti við, verða tey revsaði, ger tingkvinnan vart við.

Herfyri gjørdu vit eitt yvirlit yvir hvørjar rentur bankarnir hava á kontum hjá privatkundum.

Les eisini: Truplari at eiga pengar á bók

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 22. februar 2021

19 Leygardagur 27. februar 2021

BankNordik: Gott úrslit eftir eitt avbjóðandi ár

Bankasamtakið letur 48 milliónir í vinningsbýti til eigararnar í ár

 
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Hóast tær avbjóðandi umstøður, ið covid-19 hevði við sær, eydnaðist tað BankNordik-samtakinum at røkka góðum úrslitum í 2020. Avlopið var 166 milliónir krónur, og skotið verður upp at gjalda 48 milliónir út í vinningsbýti.

Tá ið koronusmittan í mars í fjør brádliga legði alt landið lamið, fekk tað avleiðingar fyri privat húsarhald og fyritøkur. Tískil setti bankin hjálpartiltøk í verk fyri at geva fíggjarliga sperdum kundum møguleika at útseta lánsgjøld í eitt tíðarskeið. Umleið 900 kundar gagnnýttu henda møguleika.

- Samanumtikið hilnaðist árið munandi betur, enn líkt var til á vári í fjør. Fyri ávísar partar av vinnulívinum var talan um eitt sera tungt ár, men sum heild komu kundarnir væl ígjøgnum 2020. Arbeiðsloysið er í løtuni lágt, og vit vænta, at 2021 verður eitt gott ár hjá samtakinum. Framtíðarútlitini eru kortini tengd at stórari óvissu, og tí hava vit sett pening av til tap, ið kunnu koma í kjalarvørrinum á kreppuni, sigur Árni Ellefsen, forstjóri í BankNordik.

Bústaðarsølan ikki merkt av covid-19
Nógv virksemi var á bústaðarmarknaðinum í 2020, og bankin fíggjaði bæði nýbygging og keyp av bústøðum kring alt landið. Stóri eftirspurningurin eftir sethúsum og íbúðum sást aftur í søluni hjá Skyn, sum seldi 234 ognir og avgreiddi 92 privatar sølur, ið er nakað tað sama sum í 2019. Miðalprísurin fyri sethús hækkaði í 2020, serliga í økjunum uttan fyri Tórshavn.

Hjá dótturfelagnum Trygd ávirkaðu nógvir skaðar og avlýstar uttanlandsferðir gongdina í fyrra hálvári, men í seinna hálvári batnaði gongdin munandi, og samanumtikið royndist árið betur enn væntað.

Sølan av danska virkseminum
Tann 1. februar varð danska bankavirksemið selt til Spar Nord, og eftir ætlan verður flytingin av øllum donskum kundum endaliga framd í juni í ár.

Sølan fer væntandi at geva partaeigarunum 700 milliónir krónur, tað er 73 krónur fyri hvørt partabrævið, í serligum vinningsbýti í árunum 2021-2023. Eftir søluna er bankin enn betur bjálvaður til at lúka tey herdu kapitalkrøv, ið koma í gildi í 2025.

BankNordik-samtakið fer framhaldandi at leggja seg eftir at røkja góða sambandið við kundarnar og veita kappingarførar tænastur til privat húski og vinnulív í Føroyum og í Grønlandi, har BankNordik hevur góð 20 prosent av marknaðinum.

Burðardyggari virksemi
Frameftir fer BankNordik at leggja størri dent á at minka um orkunýtsluna, ið er tengd at virkseminum hjá samtakinum og at hjálpa kundunum at velja umhvørvisvinarligar loysnir.

- Sum eitt sterkt fíggjarsamtak hava vit bæði ábyrgd og møguleika at geva okkara íkast til at stuðla undir grøna orkuskiftið í teimum samfeløgum, har vit hava okkara virksemi. Í dag bjóða vit kundunum lán, ið gera tað bíligari at velja umhvørvisvinarligar loysnir til bústað og bil, og hesar tænastur fara vit at menna víðari frameftir. Eisini eru vit farin undir at máta CO2-útlátið hjá samtakinum, og vit hava lagt eina ætlan fyri at minka útlátið komandi árini, sigur Árni Ellefsen.

Roknskapurin í stuttum:

  • Úrslitið fyri skatt gjørdist 206 mió. kr. samanborið við 260 mió. kr. í 2019
  • Rakstrarúrslitið fyri niðurskrivingar gjørdist 149 mió. kr. samanborið við 120 mió. kr. í 2019
  • Niðurskrivingar vórðu afturførdar fyri 5 mió. kr. samanborið við 69 mió. kr. í afturførdum niðurskrivingum í 2019
  • Rakstrarúrslitið gjørdist 154 mió. kr. samanborið við 189 mió. kr. í 2019
  • Útlánini hækkaðu úr 7,4 mia. kr. í 2019 til 7,6 mia. kr. í 2020
  • Innlánini lækkaðu úr 8,7 mia. kr. í 2019 til 7,8 mia. kr. í 2020
  • Solvensurin hækkaði úr 22,3% í 2019 til 26,4%
  • Bankin væntar, at nettoúrslitið fyri 2021 verður millum 150 og 200 mió. kr. (2020: 166 mió. kr.)

 

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 25. februar 2021

20 Leygardagur 27. februar 2021

Flestu hús í høvuðsstaðnum kosta væl omanfyri tríggjar milliónir

Sethúsaprísirnir fyri allar Føroyar eru í miðal hækkaðir 4,9 prosent í 2020

(Mynd: Tórshavnar kommuna)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Sethúsaprísirnir í Føroyum hækka alsamt. Nýggjastu hagtølini hjá Betri Banka vísa, at sethúsaprísirnir fyri allar Føroyar í miðal eru hækkaðir 4,9 prosent í 2020.

Í høvuðsstaðarøkinum eru sethúsaprísirnir hækkaðir 5,9 prosent, og prísirnir á sethúsum í høvuðsstaðnum eru nú í flestu førum væl omanfyri 3 milliónir krónur.

Stóri eftirspurningurin eftir bústøðum, avmarkað útboð umframt lága rentustøðið ger, at bústaðarprísirnir kunnu væntast at hækka enn meira í 2021, sigur Betri Banki.

Miðal sethúsaprísurin í Tórshavn í 2020 var áleið 3,3 milliónir krónur, meðan miðal sethúsaprísurin í Klaksvík og í bygdunum í Eysturoynni nærhendis nýggju tunnilsmunnarnar var umleið 2 milliónir. Miðal sethúsaprísurin í Eysturoynni sum heild var áleið 1,5 millión krónur.

[object Object]

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 25. februar 2021

21 Leygardagur 27. februar 2021

Hægri lønarlag og lægri skattatrýst hjálpir upp á bústaðarbyrðuna

Tað er ikki vorðið fíggjarliga tyngri hjá einum miðal húsarhaldi at seta búgv í mun til fyri 10 árum síðani

(Mynd: Tórshavnar kommuna)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Bústaðarbyrðan er seinastu árini vorðin tyngri orsakað av hækkandi bústaðarprísum.

Tó er bústaðarbyrðan enn ikki komin á sama støði sum fyri 10 árum síðani, sigur Betri Banki í sínari nýggjastu meting. 

Hetta merkir, at sjálvt um prísurin á sethúsum er hækkaður nógv seinastu árini, er tað ikki vorðið fíggjarliga tyngri hjá einum miðal húsarhaldi at seta búgv í mun til fyri 10 árum síðani. Høvuðsorsøkirnar til hetta eru hægri lønarlag og lægri skattatrýst, og ikki minst eitt væl lægri rentustøði, ið ger tað bíligari at fíggja ein bústað í dag.

Bústaðarbyrðan í Tórshavn var 31 prosent í 2020 og miðal sethúsaprísurin var áleið 3,3 mió. kr. Í Klaksvík og í Eysturoynni var bústaðarbyrðan ávikavíst 20 prosent og 16 prosent í 2020.

Miðal sethúsaprísurin í Klaksvík og í bygdunum í Eysturoynni nærhendis nýggju tunnilsmunnarnar var áleið 2 mió. kr. í 2020, meðan miðal sethúsaprísurin í Eysturoynni sum heild var áleið 1,5 mió. kr.

[object Object]

 

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 25. februar 2021

22 Leygardagur 27. februar 2021

Nýggjan húsarhaldsskúla fyri smáar 55 milliónir krónur

Lisitatión til nýggja Húsarhaldsskúlan í Klaksvík var mikudagin. Heili 25 tilboð vóru komin inn, og lægstu boðini vóru beint undir metingini hvat skúlin fer at kosta at byggja

 
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Stórur áhugi er at byggja nýggja Húsarhaldsskúlan í Klaksvík.

Umboð fyri Húsarhaldsskúlan, Klaksvíkar kommunu og Bústaðir saman við arbeiðstakarum, sum hava bjóðað uppá uppgávuna, møttu mikudagin til almenna lisitatión í hølunum hjá Húsarhaldsskúlanum á Stoyksoyravegi.

Áhugin fyri verkætlanini er stórur, tí tá ið tilboðini vóru latin upp, vóru í alt 25 tilboð innkomin frá fyritøkum, sum bjóða seg fram at verða partur av verkætlanini. Haraftrat vóru tvey heildartilboð uppá alla arbeiðstøkuna, skrivar Klaksvíkar kommuna á heimasíðuni.

Til byggibúgvingararbeiðið komu seks tilboð, sjey tilboð uppá bygningsarbeiðið, sjey tilboð uppá tøkniinnleggingar og fimm tilboð uppá el-innleggingar. 

Feløgini, sum áttu lægstu tilboðini, vóru hesi:

RTS: 4.728.683,00
MTH: 41.460.949,12
Signar Kalsberg: 5.797.633,22
EL-IN: 2.874.628,19

Í alt  54.861.893,53

Metingin áðrenn lisitatiónina í dag var 55 milliónir krónur fyri verkætlanina.

Tað var annars á býráðsfundi 17. mars í 2016, at Klaksvíkar býráð einmælt samtykti at játta sín part av kostnaðinum fyri nýggja Húsarhaldsskúla Føroya. Tá varð samlaða kostnaðarmetingin fyri skúlan 30 milliónir krónur umframt meirvirðisgjalf

Nú skulu innkomnu tilboðini nærlesast áðrenn greitt verður hvør fær arbeiðið.


[object Object]
(Mynd: Klaksvik.fo)

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 24. februar 2021

23 Leygardagur 27. februar 2021

60 prosent vilja hava eldra- og lestraríbúðir í Hoydølum

Sambært kanning hjá Spyr.fo er ein stórur meiriluti fyri at byggja eldraíbúðir og lestraríbúðir í økinum

Mynd: Tórshavnar kommuna
SkrivaÐ:

Alda Nielsdóttir

Sambært spurnakanning hjá Spyr.fo er ein stórur meiriluti fyri, at eldraíbúðir og lestraríbúðir skulu byggjast í Hoydølum.

Tórshavnar kommuna skrivar, at umleið 25 prosent av teimum spurdu høvdu ikki nakra meining um, hvat gerast skal við økið, meðan 14 prosent hildu, at økið skal fáa frið og liggja sum tað liggur.

Hini 60 prosentini vórðu javnt býtt millum teirra, sum vilja hava eldraíbúðir og teirra, sum vilja hava bæði eldra- og lestraríbúðir í Hoydølum.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 22. februar 2021

24 Leygardagur 27. februar 2021

Fýra 1. flokkar í Skúlanum á Fløtum - skúlin er bygdur til tríggjar flokkar

Øll sum eru skrivað inn til 1. flokk í Skúlanum á Fløtum sleppa at ganga har í summar, men nýggjar leiðreglur skulu gerast sum í størri mun leggja dent á bústað tætt við skúlan

(Mynd: Ólavur Frederiksen / Faroephoto)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Býráðið í Tórshavnar kommunu hevur avgjørt, at fýra 1. flokkar verða í Skúlanum á Fløtum skúlaárið 2021/22. Hetta merkir, at øll børn, sum eru skrivað inn til 1. flokk at byrja í summar, sleppa í Skúlan á Fløtum at ganga.

Á býráðsfundinum hóskvøldið samtykti býráðið eisini at endurskoða leiðreglurnar fyri næmingaupptøku í kommunalu fólkaskúlunum í Tórshavnar kommunu. Nýggju leiðreglurnar leggja upp til, at skúlaárið 2022/23 verða tríggir flokkar í 1. flokki, so sum skúlin er ætlaður til. 

Frítt skúlaval hevur verið í Tórshavnar kommunu síðani aldaskiftið. Tá ið fleiri næmingar hava verið skrivaðir inn til 1. flokk, enn pláss er fyri í viðkomandi skúla, hevur upptøkan tikið støði í, um barnið hevur gingið í forskúla, um tað hevur systkin í skúlanum, um tað býr nærhendis skúlan og møgulig onnur serlig viðurskifti.

Í sambandi við innskrivingina til 1. flokk til skúlaárið 2021/22 gjørdist greitt, at óvanliga nógv ynsktu at skriva børn inn í Skúlan á Fløtum.

Bæði børn, sum búgva í vesturbýnum, men eisini børn aðrastaðni í kommununi, hava ynskt at koma í 1. flokk í Skúlanum á Fløtum. Skúlin er ætlaður at hava tríggjar flokkar frá forskúla til 7. flokk og fimm flokkar í 8. og 9. flokki.

Ein avbjóðing í sambandi við innskrivingina í ár er, at fleiri børn, sum búgva nærri miðbýnum ella í eysturbýnum, velja Skúlan á Fløtum heldur enn Sankta Frans skúla ella Eysturskúlan, sum eru tættari við bústaðin.

Ætlanin er, at nýggju leiðreglurnar í størri mun leggja dent á bústað tætt við skúlan, og at hetta eisini verður galdandi fyri pláss í forskúla.

Væntandi kemur uppskot til nýggjar leiðreglur til viðgerðar í trivnaðarnevnd býráðsins í mars 2021. Síðani fara leiðreglurnar til hoyringar hjá skúlunum og skúlastýrunum.

Ætlanin krevur góðkenning frá Uttanríkis- og mentamálaráðnum sum eitt avmarkað undantak í mun til galdandi skúlabygna. Umsitingin arbeiðir saman við leiðsluni við at finna loysnir, hvussu hetta kann skipast á ein hóskandi hátt.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 25. februar 2021

25 Leygardagur 27. februar 2021

Lata Havnará upp frá sparikassanum oman á Vaglið

Lokið skal takast av ánni – fyri at betra um trivnaðin í miðbýnum

(Modelmynd: torshavn.fo)
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

Nú umleið seksti ár eftir at lok varð lagt oman á Havnará oman móti Vaglinum, er nú ætlanin at lata ánna uppaftur.

Tórshavnar kommuna skrivar á heimasíðu síni í dag, at nú verður arbeitt við ætlanini um at lata ánna uppaftur, sum liður í ætlanini at betra um trivnaðin í býnum.

- At lata Havnará upp aftur er eitt beinleiðis átak fyri at geva býnum enn eitt býarrúm, hvørs líki annars ikki finst í miðbýnum longur, skrivar torshavn.fo.

Havnará varð lokað á leiðini frá Ebenezer fram við Tinghúsinum og oman á Vaglið fyri umleið 60 árum síðan. Upprunaliga gekk Havnará frá Villingadali, oman í Gundadal, víðari oman gjøgnum plantasjuna, framvið Sjónleikarhúsinum og oman gjøgnum miðbýin oman á Kongabrúnna.

Hóast áin neyvan nakrantíð verður latin uppaftur, verður tað nú mett ráðiligt at lata hana upp aftur frá grótbygninginum hjá núverandi Betri Banka og oman á Vaglið.

Málið varð viðgjørt á býráðsfundi hóskvøldið, har stórur meiriluti tók undir við at seta eina millión krónur av til endamálið. Pengarnir skulu brúkast til at lýsa verkætlanina og gera neyðugar kanningar, eins og umsitingin fær heimild at bjóða partar av verkætlanini út.

 

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 24. februar 2021

26 Leygardagur 27. februar 2021

Einmælt samtykt at fara undir útbygging av vælveruøkinum

Klaksvíkar býráð hevur játtað meira pening so arbeiðið at gera vælveruøkið í svimjihøllini kann gerast betri

(Mynd: Klaksvíkar Svimjihøll)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Vælveruøkið í svimjihøllini í Klaksvík sum lat upp á heysti 2018 verður nú útbygt nakað. Talan er millum annað um økið uttanfyri, sum verður gjørt betri við einum útisauna.

Tilboð eru heintað inn frá veitarum til arbeiðið, sum starvsfólk á ítróttardeplinum í Klaksvík eisini verða partur av, og kostnaðurin er góðar 1,6 milliónir krónur.

Ein millión er longu sett av á verandi fíggjarætlan. Góðar 300.000 krónur verða fíggjaðar umvegis raksturin av svimjihøllini, og tær 250.000 sum resta í, hevur Klaksvíkar býráð einmælt samtykt at flyta frá verkætlanini “spæliland” til “vælveruøki”.

Fyrrverandi forkvinnan í mentanarnevndini, Signhild V. Johannesen og fyrrverandi borgarstjórin, Jógvan Skorheim, fegnaðust um málið á býráðsfundinum í gjárkvøldið.

- Tað hevur allatíðina ligið í kortinum, at hetta skuldi mennast víðari. Og vitandi um, at inntøkurnar frá vælveruni vóru góðar, so hevði man tosað um, at svimjihøllin kundi fíggja útbyggingina sjálv, men orsakað av korona í 2020 steðgaðu inntøkurnar, og tí valdi man at seta pengar av í ár, segði Signhild Vilhelmsdóttir Johannesen, sum var forkvinna í mentanarnevndini í seinastu setu.

- Umsetningurin hjá svimjihøllini er vaksin markant síðani vælveruøkið lat upp. Tað er øgiliga spennandi, tí kanska vit einaferð koma har til at svimjihøllin kann hvíla í sær sjálvum, segði fyrrverandi borgarstjórin, Jógvan Skorheim, á býráðsfundinum í gjárkvøldið.

[object Object]

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 26. februar 2021

27 Leygardagur 27. februar 2021

30 íbúðir byggjast á Argjum

Fimm bygningar í tveimum hæddum og tilsamans 30 íbúðum verða bygdir á Lambatrøðni. Býráðið samtykti nýggja byggisamtykt fyri økið hósdagin

(Mynd: Tórshavnar kommuna)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Ætlanin hevur leingi verið at byggja íbúðir á Lambatrøðni á Argjum, og hósdagin samtykti býráðið í Tórshavnar kommunu at broyta byggisamtyktina á Lambatrøð, og loyva umsøkjara at gera íbúðir á staðnum.

Málið var fyrstu ferð fyri í 2019, men ein meiriluti í byggi- og býarskipanarnevndini tá ynskti at varðveita dámin á økinum sum sethúsaøki, og samtykti tí ikki at ganga umsóknini á møti. Nú nýggjur meiriluti er í býráðnum er málið á skránni aftur, og tað var á býráðsfundi í gjár varð samtykt at broyta byggisamtyktina, so íbúðir kunnu byggjast.

Tekniski stjórin og býararkitekturin mæltu til at góðkenna eitt uppskot til nýggja serstaka byggisamtykt fyri økið.

Talan er um fimm bygningar í tveimum hæddum við tilsamans 30 íbúðum, 20 íbúðir á 72 fermetrar og 10 á 90 fermetrar. Bilskýli, parkeringsøki, reinsiverk og fríøki eru eisini á trøðni.

Lambatrøðin liggur í A1 øki í almennu byggisamtyktini fyri Tórshavnar kommunu, og sambært ásetingunum kunnu íbúðir loyvast, um serstøk byggisamtykt verður gjørd fyri økið.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 26. februar 2021

28 Leygardagur 27. februar 2021

Byggja seks íbúðir á Byrgi

Sjóvar kommuna boðar frá, at íbúðirnar vera úr umleið 90 til umleið 140 fermetrar við møguleika fyri trimum ella fýra kømurum, og afturat teimum vera bilskýli og hjallur

Mynd: Sjóvar kommuna
SkrivaÐ:

Alda Nielsdóttir

Í næstum verður farið undir at byggja seks ljósar, nútímans og umhvørvisvinarligar íbúðir á Byrgi á Strondum.

Íbúðirnar vera úr umleið 90 fermetrar til umleið 140 fermetrar við møguleika fyri ávíkavist trimum ella fýra kømurum. Afturat íbúðunum vera eisini bilskýli og hjallur.

Tað er SNA, sum stendur fyri at prosjektera og byggja íbúðirnar, og felagið hevur gjørt sær stóran ómak at hugsa umhvørvisvinaligt, burðardygt og framtíðartryggjað, skrivar Sjóvar kommuna.

[object Object]
(Mynd: Sjóvar kommuna)

 

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 22. februar 2021

29 Leygardagur 27. februar 2021

Eysturoyartunnilin tillagar prísirnar fyri vørubilar

Tað skal ikki vera neyðugt at umskráseta bilin hjá sær. Nú er bíligari at koyra gjøgnum Eysturoyartunnilin við vørubili. Enn bíligari verður aftaná arbeiðstíð í vikuskiftinum

(Savnsmynd: Ólavur Frederiksen / Faroephoto)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Fyrsta prísbroytingin í Eysturoyartunlinum er gjørd. Nú verður bíligari hjá fólki við vørubili at koyra ígjøgnum tunnilin.

Áður kostaði tað 300 krónur at koyra ígjøgnum tunnilin millum Eysturoy og Streymoy við vørubili sum vigaði minni enn 3500 kilo. Prísurin er nú minkaður í eina helvt, og kostar 150 krónur við haldi.

Var tað ikki nokk, so lækka prísirnir eisini aftaná arbeiðstíð. Frá klokkan 16.15 seinnapart og 07.45 á morgni, er prísurin fyri vørubilar sum viga minni enn 3500 kilo, 75 krónur. Hetta er eisini galdandi um vikuskiftini.

Prísurin millum Strendur og Rókina er eisini minkaður nakað fyri teir stóru vørubilarnar. Prísurin her fer niður á 50 krónur í arbeiðstíð og 25 krónur aftaná arbeiðstíð og um vikuskiftini.

Klokkutíðin er galdandi í rundkoyringini verður sagt.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 26. februar 2021

30
Leygardagur 27. februar 2021

89 milliónir lupu av hjá Bakkafrost í fjórða ársfjórðingi

Fyri alt árið 2020 var úrslitið hjá samtakinum eftir skatt 462,8 milliónir krónur í mun til 801,9 milliónir í 2019

Regin Jacobsen, stjóri í Bakkafrost (Savnsmynd: Jens Kr. Vang)
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Rakstrarúrslitið hjá Bakkafrost samtakinum fyri fjórða ársfjórðing 2020 var 88,5 milliónir krónur. Samlaða tøkan var 25.300 tons í kruvdari vekt, harav 16.000 tons vórðu tikin í Føroyum og 9.300 tons í Skotlandi.

Aligeirin í Føroyum og liðugvøruframleiðslan høvdu tilsamans eitt rakstrarúrslit á 142,6 milliónir krónur. Aligeirin í Skotlandi hevði eitt rakstrarhall á 54,1 milliónir krónur. Rakstrarúrslitið av framleiðsluni av fiskamjøli, lýsi og fóðri var 48,1 milliónir krónur.

Úrslitið eftir skatt fyri fjórða ársfjórðing hjá Bakkafrost samtakinum var eitt hall á 37,7 milliónir krónur í mun til eitt úrslit á 219,5 milliónir krónur sama ársfjórðing í fjør. Fyri alt árið 2020 var úrslitið hjá samtakinum eftir skatt 462,8 milliónir krónur í mun til 801,9 milliónir árið fyri.

Varðveittu høgt virksemi hóast koronakreppu
Í viðmerking sigur Regin Jacobsen, stjóri:

- Hesin ársfjórðingurin hevur verið avbjóðandi, eins og ársfjórðingurin frammanundan. Neiliga gongdin á laksamarknaðinum helt á í fjórða ársfjórðingi og korona-farsóttin gjørdi tað truplari hjá kundum okkara, serliga teimum, ið eru í hotel- og matstovuvinnuni. Eisini er flutningurin av laksinum vorðin truplari og meira kostnaðarmikil.

- Tíbetur hava vit eitt stórt og nýmótans liðugvøruvirki á Glyvrum, sum framleiðir hágóðskuvørur til matvøruhandlar kring heimin. Meðan tørvurin á feskum laksi er minkaður munandi undir korona-farsóttini, er tørvurin á lidnum laksavørum til matvøruhandlar vaksin nógv. Soleiðis hava vit kunnað varðveitt eitt høgt virksemi í hesum ársfjórðinginum, hóast truplu markaðarstøðuna.

Alintin gongur betur enn væntað
- Alingin í Føroyum hevur hilnast væl í hesum ársfjórðinginum og vit síggja eisini, at alingin av stórum smoltum gongur betur enn væntað. Vit hava gjørt stórar íløgur seinnu árini fyri at minka um lívfrøðiliga váðan og at tryggja burðardyggan vøkstur. Vit fara komandi tíðina av álvara at síggja ágóðan av stóru íløgunum.

- Alingin í Skotlandi hevur verið avbjóðandi í hesum ársfjórðinginum, eins og undanfarna. Søguliga sæð hava seinnu árshálvurnar verið meira avbjóðandi í skotsku alingini, men vit vænta, at vit fara at megna at broyta hettar mynstrið. Vit hava lært nógv, síðani vit yvirtóku felagið fyri góðum ári síðani, og eisini framt nógvar betranir. Tá ið vit eru komin á mál við ætlaðu íløgunum í Skotlandi og hava fingið størri smolt, eins og í Føroyum, vænta vit munandi betur úrslit í Skotlandi. Hesar ætlanir fara vit at greiða nærri frá á íleggjaradøgunum tann 14-15. september í ár.

- Samanumtikið er selda nøgdin á alheims laksamarknaðinum vaksin munandi í fjórða ársfjórðingi,  serliga í Evropa og USA. Hendan gongdin er eitt tekin um, at marknaðurin kann vera víðkaður og soleiðis kann koma sterkari aftur, tá ið korona-farsóttin er farin afturum. Í nógvum av londunum í okkara kjarnumarknaðum er koppsetingin komin væl áleiðis og vit vænta, at laksamarknaðurin fer at menna seg munandi í 2021, sigur Regin Jacobsen stjóri í Bakkafrost í sambandi við at felagið nú hevur kunngjørt úrslitið fyri seinasta ársfjórðingin av 2020. 

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 23. februar 2021

31
Leygardagur 27. februar 2021

Bakkafrost tók yvir 85.000 tons av laksi í fjør

Nevndin skjýtur upp at rinda 3,65 krónur pr. partabræv út í vinningsbýti í ár

(Savnsmynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Bakkafrost tók í 2020 85.686 tons av laksi, mált í kruvdari vekt. 50.700 tons vórðu tikin í Føroyum og 34.986 tons í Skotlandi. Samlaða tøkan í fjórða ársfjórðingi 25.262 tons í kruvdari vekt. Harav vórðu 15.957 tons tikin í Føroyum í mun til 17.930 tons sama ársfjórðing í fjør. Í Skotlandi vórðu 9.305 tons í kruvdari vekt tikin í mun til 7.925 tons sama ársfjórðing í fjør.

Tað upplýsir Bakkafrost í sambandi við, at úrslitið fyri fjórða ársfjórðing í fjør og samlaðu tølini fyri 2020 vórðu kunngjørd í vikuni.

Tilsamans vórðu 9,4 milliónir smolt sett út í fjórða ársfjórðingi í mun til 10,7 milliónir smolt í sama ársfjórðingi í fjør. 5,5 milliónir av hesum vórðu sett út í Føroyum og 3,9 milliónir smolt í Skotlandi. Samanlagt vórðu 24,6 milliónir smolt sett út í 2020 – 14,3 milliónir í Føroyum og 10,3 milliónir í Skotlandi. Til samanbering vórðu 12,7 milliónir smolt sett út í Føroyum í 2019.

Verri rakstrarúrslit
Aligeirin í Føroyum og liðugvøruframleiðslan høvdu tilsamans eitt rakstrarúrslit á 142,6 milliónir krónur fyri fjórða ársfjórðing 2020 í mun til 374,9 milliónir krónur sama ársfjórðing í fjør. Fyri alt árið 2020 var rakstrarúrslitið fyri aligeiran í Føroyum og liðugvøruframleiðsluna 587,5 milliónir krónur.

Aligeirin í Føroyum hevði eitt rakstrarúrslit á 62,5 milliónir krónur fyri fjórða ársfjórðing 2020 samanborið við 338,3 milliónir krónur fyri fjórða ársfjórðing í fjør. Bæði tøkan og laksaprísirnir vóru lægri í fjórða ársfjórðingi samanborið við fjórða ársfjórðing í fjør. Rakstarúrslitið hjá aligeiranum í Føroyum fyri alt árið 2020 var 447,8 milliónir krónur í mun til 1.103,0 milliónir krónur  árið fyri.

Hall í Skotlandi
Aligeirin í Skotlandi hevði eitt rakstrarhall á 54,1 milliónir krónur fyri fjórða ársfjórðing 2020 í mun til eitt rakstrarúrslit á 18,1 fjórða ársfjórðing í fjør. Fyri alt árið 2020 hevði aligeirin í Skotlandi eitt rakstrarhall á 24,0 milliónir samanborið við eitt rakstrarúrslit á 18,1 milliónir árið fyri.

Liðugvøruframleiðslan gav eitt rakstrarúrslit á 80,1 milliónir krónur fyri fjórða ársfjórðing 2020 í mun til 36,6 milliónir krónur sama ársfjórðing í fjør. Fyri alt árið 2020 var rakstrarúrslitið 139,7 milliónir í mun til eitt rakstrarúrslit á 63,7 milliónir árið fyri.

Rakstrarúrslitið, EBITDA, av framleiðsluni av fiskamjøli, lýsi og fóðri á Havsbrún í fjórða ársfjórðingi 2020 var 48,1 milliónir krónur samanborið við 57,7 milliónir krónur fjórða ársfjórðing í fjør. Fyri alt árið 2020 var rakstrarúrslitið, EBITDA, 207,7 milliónir í mun til 275,8 milliónir í fjør.

Vinningsbýti útgoldið í ár
Nettoskuldin hjá Bakkafrost var 1.752,8 milliónir krónur við endan á fjórða ársfjórðingi 2020 í mun til 1.018,7 milliónir krónur við ársenda 2019. Bakkafrost hevði 1.677 milliónir krónur í ótroyttum kredittum við endan á fjórða ársfjórðingi 2020.

Á ársaðalfundinum, sum verður fríggjadagin 9. apríl 2021, fer nevndin at skjóta upp, at 3,65 krónur verða goldnar út í vinningsbýti fyri hvørt partabræv.

Í fjør, tá roknskapurin fyri 2019 varð kunngjørt varð boðað frá, at felagið fór at rinda eitt vinningsbýti á 8,31 krónur fyri hvørt partabrævið. Men hetta varð ongantíð útgoldið kortini. Eftir at koronekreppan rakti, avgjørdi nevndin at onki vinningsbýti fór at verða útgoldið í 2020.

(rættað 24.02)

 

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 23. februar 2021

32
Leygardagur 27. februar 2021

Miðalvektin á smolti nærkast 500 grammum

Bakkafrost fer komandi árini at byggja tríggjar framkomnar smoltstøðir í Skotlandi

Smoltstøðin hjá Bakkafrost á Strond (Savnsmynd: Pól Sundskarð)
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

Komandi ár roknar alifyritøkan Bakkafrost við at vera komin upp á eina miðalvekt á 500 gramm á smoltunum, sum verða sett út.

Seinastu árini hevur fyritøkan – í takt við stóru útbyggingarnar av smoltstøðum – miðað eftir at framlaiða alt størri smolt til tess at tryggja betri góðsku á vøruni, sum fyritøkan framleiðir. Málið er at koma koma upp á 500 gramm.

Bakkafrost skrivar soleiðis í frágreiðingini til keypsskálan, ið varð send út í týsdagin:

Lívfrøðiliga gongdin í alingini í Føroyum hevur verið góð í fjórða ársfjórðingi. Fiskurin er vaksin væl og fóðurfaktorin hevur verið lágur. Góðskan á tikna fiskinum hevur verið avbera góð.

Miðalvektin á útsetta smoltinum í Føroyum er alsamt hækkandi, í tráð við strategiina hjá Bakkafrost um at hækka støddina á smoltinum til 500 gramm í 2022. Í fjórða ársfjórðingi var miðalstøddin á útsetta smoltinum 343 gramm, og væntandi verður hon 400 gramm í 2021.

Nýggja smoltstøðin við Strond ger eitt stórt íkast í mun til at hækka smoltmiðalvektina. Smoltstøðin framleiðir nú stórar mongdir av smolti við høgari góðsku og miðalvekt. Við teimum útbyggingum av smoltstøðunum á Norðtoftum og í Glyvradali, sum nú eru settar í verk, verður í 2022 møguligt hjá Bakkafrost at framleiða 20 milliónir smolt við einari miðalvekt á 500 gramm.

Avbjóðingar í Skotlandi
Alingin í Skotlandi hevur søguliga sæð verið meira avbjóðandi í seinnu helvt av árinum. Árið 2020 var einki undantak og í fjórða ársfjórðingi 2020 var fellið størri enn vanligt á summun aliøkjum.

Bakkafrost ætlar komandi árini at gera stórar íløgur í Skotlandi, har ætlanin er at byggja tríggjar stórar smoltstøðir og harvið framleiða stór smolt eins og í Føroyum. Hettar fer at betra munandi um alingina í Skotlandi um nøkur ár.

Bakkafrost leggur stóran dent á at minka um lívfrøðiliga váðan. Stórar íløgur  eru gjørdar seinastu árini fyri at minka um váðan, betra um effektivitetin og at tryggja burðardyggan vøkstur. Í hesum sambandi er strategiin við størri smolti ein týdningarmikil hornasteinur bæði í Føroyum og í Skotlandi.

Rokna við at taka 106.000 tons av laksi í ár
Í 2021 verður samlaða útsetingin av smolti hjá Bakkafrost væntandi 14,5 milliónir smolt í Føroyum og 11,0 milliónir smolt í Skotlandi. Til samanbering var útsetingin í Føroyum 14,3 milliónir smolt í 2020 og 12,7 milliónir í 2019 og 12,6 milliónir 2018. Í Skotlandi var útsetingin 10,4 milliónir smolt í 2020, 12,4 milliónir í 2019 og 8,6 milliónir í 2018.

Tøkumetingin hjá Bakkafrost fyri 2021 er 66.000 tons av laksi í kruvdari vekt í Føroyum og 40.000 tons í Skotlandi. Sostatt verður samlaða tøkan í 2021 væntandi 106.000 tons av laksi í kruvdari vekt.” 

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 23. februar 2021

33 Leygardagur 27. februar 2021

Leikurin um rækjuna úr Maxim verður frumframførdur í kvøld

Nýstovnaður leikbólkur stendur fyri uppsetingini saman við Sjónleikarhúsinum

 
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Leygarkvøldið hevur farsan um “Gentuna úr Maxim” frumframførslu í Sjónleikarhúsinum í Havn.

Ikki færri enn 20 leikarar – áhugaleikarar í øllum aldri – eru við í leikinum, sum upprunaliga varð skrivaður av Georges Feydaeu í 1899. Tað er ein nýstovnaður áhugaleikbólkur, kallaður Brestir, sum setir leikin upp í samstarvi við Sjónleikarhúsið.

Farsan, ella skemtileikurin, er um eina sangarinnu, í leikinum nevnd Rækjan, sum skapar ruðulleika í lívinum hjá einum hábærsligum lækna í Paris. Tey, sum spæla høvuðsleiklutirnar í leikinum eru Magnus Reinert Gásadal, Magni Joensen, Bjørk Tórgarð, Rannvá Álaberg og Rógvi B. Dam.

Áskoðararnir koma ikki at sita í vanligum stólarøðum, men við smá borð. Tí telur hvørt atgongumerki fyri tvey pláss, hetta fyri at tryggja frástøðuna til næsta atgongumerkið, sum eisini telur tvey pláss. Longu nú er næstan útselt til allar sýningarnar, sum fyribils eru settar til sølu.

Í steðginum verður møguleiki at fáa okkurt forfrískandi frá einum tænara, heldur enn at fara út í gongina at standa í bíðirøð.

Leikararnir, sum allir fyrr hava roynt at staði á palli, hava vant saman seinastu sjey vikurnar. Pallurin er settur upp, sum eitt heim í Paris síðst í 1800-talinum, og gevur hetta áskoðaranum eina kenslu av at fara aftur í tíðina.

Pallsniðgevi er Sasho Bjartsson og sett pallin upp hava Rúni Wolfang Højgaard og Sasho Bjartsson.

Búnarnir geva eisini áskoðarunum eina kenslu av, at tú ikki longur ert í ár 2021, men heldur ert til eina sýning í tíðini, tá Feydeau livdi. Búnunum hevur Rannvá Álaberg staðið fyri saman við einum toymi av seymikonum, sum eisini verða at síggja á pallinum. Magnus Reinert Gásadal hevur teknað plakatina til leikin.

[object Object]
Upprunaliga plakatin fyri sjónleikinum (Mynd: wikipedia)

 

 

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 23. februar 2021

34 Leygardagur 27. februar 2021

Lív Maria Róadóttir Jæger í uppskoti til Bókmentavirðisløn Norðurlandaráðsins 

Pápi hennara var hin seinasti føroyingurin, ið fekk henda heiður – tað var í 1986

 
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

Uppskotið frá føroysku tilnevningarnevndini at vinna Bókmentavirðisløn Norðurlandaráðsins í ár er yrkingasavnið “Eg skrivi á vátt pappír” eftir Lív Mariu Róadóttur Jæger. Forlagið Eksil gav út í 2020.

Í grundgeving skrivar nevndin m.a, at yrkingarnar í bókini eru festar í viðurskifti millum menniskju og í sambond við tekstir hjá øðrum yrkjarum, høvundum og heimsspekingum. Í støðum eru yrkingarnar einfaldar og greiðar, næstan sum vóru tær neyvar greiningar av hugtøkum ella fyribrigdum í gerandisdegnum, og so brádliga verður málið sansaligt, ein eygleiðing verður tulkað ella eitt minni verður til eina mynd. Yrkjaraegið er barn, tannáringur, lesandi, vaksin, men sjónarhornið í yrkingunum er støðugt kannandi. 

Ávís viðurskifti og persónar ganga aftur, týdningarmest av øllum er ein omma, “saftiga reyðgul”, og barn hennara, sum druknar í eini á.

Tað er ikki lætt at skriva á vátt pappír. Vátt pappír ger mótstøðu. Tað sýgur skriftina í seg. Orðini loysast kanska upp og fara at líkjast øðrum orðum enn teimum, sum ætlanin var at skriva. Tann, sum upplivir, sansar, sær og hugsar í yrkingunum hjá Lív Mariu Róadóttur Jæger, skrivar á vátt pappír. At skriva og at skilja er eitt høvuðsevni í yrkingunum.

Seinast ein føroyingur vann Bókmentavirðisløn Norðurlandaráðsins var í 1986, tá Rói Patursson, pápi Lív Mariu, vann heiðurin fyri yrkingasavnið “Líkasum”. Einaferð fyrr hevur ein føroyingur fingið henda heiður. Tað var í 1965, tá William Heimesen fekk hann fyri skaldsøguna “Det gode håb”, skrivað á donskum, men tað árið var virðislønin givin tveimum rithøvundum, William Heinesen og Olof Lagercrantz úr Svøríki.

[object Object]

Hinir tilnevndu rithøvundarnir til Norðurlendsku bókmentavirðislønina eru:

Danmark: Asta Olivia Nordenhof fyri skaldsøguna “Penge på lommen, Scandinavian Star, Del 1” og Ursula Andkjær Olsen fyri yrkingasavnið “Mit smykkeskrin”.

Finnland: Pajtim Statovci fyri skaldsøguna “Bolla” og Heidi von Wright fyri “Autofiktiv dikt“

Grønland: Niviaq Korneliussen fyri skaldsøguna “Naasuliardarpi” (Blómudalurin).

Ísland: Andri Snær Magnason fyri skaldsøguna “Um tímann og vatnið” og Guðrún Eva Mínervudóttir fyri skaldsøguna “Aðferðir til að lifa af”

Noreg: Vigdis Hjorth fyri skaldsøguna “Er mor død” og Lars Amund Vaage fyri skaldsøguna “Det uferdige huset”

Samiska økið: Inga Ravna Eira fyri yrkingarnar “Gáhttára Iðit”

Svøríki: Johanna Lykke Holm fyri skaldsøguna “Strega” og Andrzej Tichý fyri stuttsøgusavnið “Renheten”.

Áland: Sebastian Johans fyri skaldsøguna “Broarna”

 

 

 

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 25. februar 2021

35 Leygardagur 27. februar 2021

Stella Polaris: Støðið var sera høgt og serstakliga javnt

Tey, sum fóru avstað við fyrstu, aðru og triðju virðisløn leygardagin vóru ávikavíst Aksel Remmel, klaver, Helena Joensen, klaver, og Andrias Blaasvær, violin

 
SkrivaÐ:

Alda Nielsdóttir

Leygardagin var seinasti kappingardagur í ársins útgávu av Stella Polaris-kappingini fyri ungar klassiskar tónleikarar. Kappingin fór fram í Hátúni í Tórshavnar Musikkskúla.

Tilsamans luttóku 65 børn og ung úr øllum landinum. Hósdagin framførdu 29 luttakarar í aldursbólkinum til og við 13 ár, fríggjadagin framførdu 27 luttakarar í aldursbólkinum 14 til og við 18 ár, og leygardagin framførdu níggju tónleikarar.

Dómsnevndin í ár er sett saman av Heiðruni Petersen, Eyðuni á Lakjuni, Jógvani Zachariassen, Hans Peturi í Brekkunum og Pálli Sólstein, ið samstundis er formaður í nevndini.

[object Object]

Áðrenn Páll Sólstein kunngjørdi úrslitið av kappingini, segði hann, at støðið var sera høgt og serstakliga javnt, eins og tað var í yngru bólkunum hósdagin og fríggjadagin.

Hann segði eisini, at støðið á ungu tónleikarunum í Føroyum hevur verið fyri stórari menning síðstu árini, bæði tónleikaliga eins og tekniskt. Hetta er fyrst og fremst einari vælvirkandi musikkskúlaskipan og dugnaligum tónleikalærarum at takka. Eisini vísti hann á týdningin av, at ungar spírar hava møguleika at kappast og mennast í einari kapping sum Stella Polaris.

Á seinasta kappingardegi í Stella Polaris 2021, var tað Aksel Remmel, ið spældi klaver, sum fór av stað við fyrstu virðisløn. Onnur virðisløn fór til Helenu Joensen, sum eisini spældi klaver. Triðja virðisløn fekk violinspælarin Andrias Blaasvær.

[object Object]Vinnararnir av kappingini fyri tey 14-18 ára gomlu. Frá vinstru urguleikarin Ari Hammer Joensen, 3. virðisløn, saksofonleikarin Yngva S. Lamhauge, 1. virðisløn, og sangarin Sanna Bæk Hoydal, 2. virðisløn.

[object Object]Yngsta aldursbólkin vunnu Ai Waagstein á klaveri, 1. virðisløn, Sólja Ellen Rye á violin, 2. virðisløn og triðja virðisløn var deild millum Biritu Lambaa Haraldsen á floytu og Martin Gaard Jakobsen á violin.

 

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 21. februar 2021

36 Leygardagur 27. februar 2021

Øll kunnu atkvøða um Geytan

Níggjunda árið á rað skulu ársins bestu føroysku stuttfilmar kjósast. Virðislønahandanin fer fram í kvøld og verður sýnd beinleiðis í sjónvarpinum

Norðurlandahúsið verður karmur um Geytan - eingir áskoðarar verða til staðar men til ber at fylgja við í Kringvarpinum
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Aftur í ár leggur Norðurlandahúsið hús til Geytan, og hesaferð fáa nógv fleiri høvi til at fylgja við, tá besti føroyski stuttfilmur verður kosin, tí filmsvirðislønahandanin leygarkvøldið 27. februar verður sýnd beinleiðis í sjónvarpinum. 

Sum vant verða tvær virðislønir latnar: Geytin á 35.000 krónur, ið Runavíkar Kommuna letur og Áskoðaravirðislønin á 25.000 krónur, ið Tórshavnar Kommuna letur. 

Atkvøðugreiðslan um áskoðaravirðislønina fer fram í sendingini umvegis Sona-appina so til ber hjá øllum hyggjarum at atkvøða fyri sínum yndisfilmi. 

Teir 9 filmarnir, ið dómsnevndin hevur valt, eru: 
PERLAN – Terji Mohr 
SKÚLA SCAM - 5. PARTUR - Tóki Jansson 
MÓÐIR / KATA - Heiðrik á Heygum 
SPILLARIN - Dina Fríða Poulsen 
HANDANLAND - Barbara Lervig 
KARLO AND LUDDI - Rói Davidsen 
STORYMUSIC - Kristian Troldborg Sønderby / Franklin Symphor Henriksen 
KAVAKRÍGGJ - Leann á Kósini 
KALL – Nóllywood 

Hvør einstakur limur í dómsnevndini er umboðaður av einum filmsyrkisligum felagi ella stovni. 

Nýggja dómsnevndin er: 
Rannvá Jónsdóttir (Filmsfelagið) 
Hans Petur Hansen (Kringvarp Føroya) 
Sakaris Stóra (Føroyskt Filmsfólk) 
Tina Wagner (Filmshúsið) 
Pætur M. Dahl (Klippfisk) 

Altjóða limur í dómsnevndini: Kari Moen Kristiansen (Det Norske Filminstitut) 

19 filmar vórðu meldaðir til Geytan í ár. Eitt breitt úrval av filmsgreinum: heimildarfilmar, skemtifilmar, surrealistiskir spenningsfilmar, barnafilmar, tónleikafilmar og animatiónsfilmar. 

Um filmarnar sigur dómsnevndin, at nógv nýggj andlit eru handan filmarnar í ár og fleiri av tilmeldaðu filmunum, eru gjørdir av smáum bólkum. Korona kann vera orsøkin, men tað er jaligt. 

Tiltakið er eitt samstarv millum Norðurlandahúsið og Kringvarp Føroya. Finnur Koba verður vertur. Sendingin leygarkvøldið byrjar kl. 19.30.  

 

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 24. februar 2021

37 Leygardagur 27. februar 2021

FMA 2021 verður 6. mars: Hesi eru tilnevnd

Virðisløn til Ársins bólk ella einstakling í popp/rokk-flokkinum og ársins bólk ella kór í opnum flokki verður ikki latin í ár, av tí at umstøðurnar at spæla alment hava verið avmarkaðar seinasta árið

 
SkrivaÐ:

Alda Nielsdóttir

Nú er greitt, hvørji eru tilnevnd til FMA 2021, sum verður á skránni um smáar tvær vikur.

FMA verður í sjónvarpinum 6. mars, og eins og í fjør verður tiltakið uttan áhoyrarar. Tónleikurin, sum verður framførdur, verður tikin upp áðrenn, boðar Kringvarpið frá.

Í ár verða 14 virðislønir latnar. Avgerð er nevniliga tikin um ikki at lata virðislønir til Ársins bólk ella einstakling í Popp/rokk-flokkinum og Ársins bólk ella kór í Opnum flokki. Hetta, tí umstøðurnar at spæla alment hava verið so avmarkaðar seinasta árið.

Áhoyraravirðislønin verður tó latin sum vant. Á Sona-appini ber til hjá øllum at atkvøða um Áhoyraravirðislønina. Tey, sum eru í uppskoti har, eru tey, sum frammanundan eru tilnevnd á FMA.

Niðanfyri sæst listin yvir tey tilnevndu.

POPP/ROKK FLOKKUR

Ársins kvinnuligi sangari:
Tamara
Jasmin
Eivør
Lea Kampmann
Brimheim

Ársins mannligi sangari:
Teitur
Bárður á Lakjuni
Heiðrik
Hallur Joensen
Jóan Jakku Guttesen

Ársins útgáva:
Modern Era - Teitur
Segl - Eivør
Stongum og Guttesen - Stongum og Guttesen
Einangran - Einangran
Kaj Klein & Bendar spónir - Síðsta kvøldmáltíðin

Ársins sangur:
Rumbuldós - Stongum og Guttesen
Exquisite Bliss - Brimheim
Kanska - Einangran
Clara - Teitur
Mín vakra, ljósa Lilja - Hallur

 

OPIN FLOKKUR

Ársins sangari ella einleikari:
Eli Tausen á Lava
Janus Rasmussen
Jákup Lützen

Ársins útgáva ella konsert:
Kata - 1902
Eli Tausen á Lava - Impressions
Nýggjárskonsertin við Føroya Symfoniorkestri

Ársins kompositión:
Bei hjá Konsørn eftir Jan Rúna Poulsen og Mathias Kapnas
Siriusly hjá Ensemble Sirius eftir Atla K. Petersen
Viola Sonata no. 1 hjá Jákup Lützen eftir Sunleif Rasmussen

ÁRSINS NÝGGJA NAVN
Einangran
Dania O. Tausen
Land of Maybe
Raske Drenge
Æðrasoppar
Brimheim
Páll Brim
Leiðland

Konsørn
Jón Eliasen
Kóboykex

ÁRSINS VIDEOLAG
Higher hjá Leu Kampmann eftir Heiðrik á Heygum
Eitt sunnukvøld hjá Kóboykex eftir Heiðrik á Heygum
Sleep on it hjá Eivør eftir Einar Egils & Elias K. Hansen
Only love hjá Eivør eftir Anna Maggý
Breathe hjá Sakaris eftir Tom Hannay

ÁRSINS FRAMLEIÐARI
Tey, sum eru í uppskoti sum Ársins framleiðari 2021 á FMA, eru fólk við drúgvum royndum. Talan er um trý framleiðaratoymi, sum eru tilnevnd á FMA.

Eivør og Tróndur Bogason fyri útgávuna Segl
Kim Hansen og Terji Rasmussen fyri útgávuna Stongum og Guttesen
Høgni Lisberg og James Thomas fyri Within a man

Í fjør gjørdist Janus Rasmussen Ársins framleiðari og árið fyri tað fekk Theodor Kapnas heiðurin.

 

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 22. februar 2021

38 Leygardagur 27. februar 2021

Annika Christensen lokið ph.d. um kvæði í føroyskari samtíð

Ritgerðin hjá Anniku, ið kallast “‘Kvæði í føroyskari samtíð’ Exploring Ballads as Popular Culture and Heritage in Contemporary Faroese Culture", kannar m.a., hvussu kvæðini hava tað í føroyska nútíðarsamfelagnum

Annika Christensen (Mynd: gransking.fo)
SkrivaÐ:

Alda Nielsdóttir

Á heysti í fjør varð ph.d.-ritgerð hjá Anniku Christensen endaliga góðkend við University of Leeds. Ritgerðin, ið kallast “‘Kvæði í føroyskari samtíð’ Exploring Ballads as Popular Culture and Heritage in Contemporary Faroese Culture", er nú tøk á netinum.

Í ritgerðini verður kannað, hvussu kvæðini hava tað í føroyska nútíðarsamfelagnum. Serliga er tað í tónleiki, undirvísing og ferðavinnuni, at kvæðini hava havt ein áhugaverdan leiklut. Eisini verður hugt at, hvussu dansifeløgini halda fram at verja kvæðini og føroyska dansin sum livandi mentan, samstundis sum tey skulu fyrihalda seg til samfelagsligar og politiskar avbjóðingar.

Ritgerðin vísur eisini á, hvussu hendan serstaka mentanin verður varðveitt, endurnýggjað og arbeidd við í føroyska nútíðarsamfelagnum. Hetta arbeiðið ger seg galdandi bæði á tí almenna og politiska økinum, og tí samfelagsliga. Ritgerðin tekur upprunastøði í at samanseta tað søguliga í føroysku kvæðamentanini við samrøður og kvalitativa gransking og analysu.

Niðurstøðan í ritgerðini er, at tað krevur eitt áhaldandi arbeiði at tryggja, at kvæðini framhaldandi vera ein partur av livandi mentan í Føroyum, bæði við almennari fígging, gransking og undirvísing.

 

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 20. februar 2021

39 Leygardagur 27. februar 2021

Víkingabarr latin upp í Hovi

Dagført: Mjøður er á skránni í Hovgríms barr. Hóast ódnarveður var, vitjaðu nógv fólk tá barrin lat upp á fyrsta sinni farna leygarkvøld

 
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

Síðsta vikuskiftið fingu suðringar enn eitt tilboð, tá tað ræður um at hugna sær um kvøldarnar.

Hov er gomul víkingabygd, og arvurin frá víkingunum verður hildin í hevd í lítlu bygdini við ymsum tiltøkum. Eitt nú eru ætlanir um at smíða eitt víkingaskip og síðsta vikuskiftið í mai verður ein Víkingafestivalur, har Týr, Hamradun, Asyllex og Swangah eru millum tónleikaligu tilboðini.

Nú er eisini ein víkingabarr latin upp. Farna vikuskiftið lag Hovgríms barr upp. Uppkallað eftir Hovgrími, sum hevði høvdingasæti í Hovi í síni tíð.

Umframt vanligar drykkivørur, ið eru at fáa í dagsins skeinkistøðum, bjóðar Hovgríms barr mjøð, skonktan í lambs- ella veðrahorni. Á matarskránni er plattur við føroyskum mati, tvøsti, turrum fiski og spiki.

Hovgríms barr heldur til í gamla fiskahúsinum við fiskastykkið úti við lendingina, sama bygningi sum Savnið á Mýri heldur til.

Just Johannesen, sum rekur barrina, sigur við Portalin, at tey hava leigað seg inn í húsið, tó ikki tann partin av miðhæddini, sum bygdasavnið heldur til. Í kjallaranum eru vesir og aðrir hentleikar, í miðjuni er sjálv barrin við servering og á loftinum er eitt størri uppihaldshøli, har møguleiki er at hava tónleikaframførslur.

Barri hevði opið fyrstu ferð síðsta leygarkvøld, og hóast veðrið var ógvuliga vánaligt, so høvdu nógv fólk leitað sær til Hovs at royna nýggja tilboðið, sigur Just Johannesen.

[object Object]
Hovgríms Barr heldur til í sama bygningi sum bygdasavnið á Mýri, beint við fiskastykkið í Hovi (Mynd: Google)

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 25. februar 2021

40 Leygardagur 27. februar 2021

Koks flytir inn í japanska tornið í Tivoli

Føroyska Michelin-matstovan ger støkkupp í gamla danska stuttleikagarðinum í summar

 
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

Føroyska matstovan, Koks, fer í summar at hava hava eina satellit-deild í gamla danska stuttleikagarðinum Tivoli mitt í Keypmannahavn.

Berlingske Tidende skrivar í dag, at tvær Michelin matstovur verða “gestir” í Tivoli í summar. Tivoli letur væntandi upp aftur beint fyri páskir.

Talan er um Restaurant AOC og so Koks, sum lata upp eftir pop up-prinsippinum í summar. Tá Koks undir fyrstu koronabylgju læt upp sum pop-up í Fútastovu undir navninum Roks, innførdu tey sjálvi heitið støkkupp ístaðin fyri pop-up.

Restaurant AOC og Koks fara at matgerða og borðreiða í gamla japanska torninum í Tivoli, skrivar Berlingske. Ikki samstundis, men seks vikur hvør í tíðarskeiðinum frá 1. juni til síðst í august. Koks hevur fingið tillutað seinna tíðarskeiðið.

Talan verður ikki um, at Koks skal bjóða tað sama, sum tey gera á matstovuni frammi við Gjónna. Men tað verður eitt úrval at tí mati, sum matstovan gera til dagligt. Um dagin verður møguleiki at keypa sær eina “óformella máltíð”, meðan tað um kvøldið verður eitt sindur meira formelt, sigur stjórin á matstovuni Nimb í Tivoli fyri Berlingske Tidende. Tað er hann, ið hevur fingið í lag samstarvið við Michelin-matstovurnar.

Endamálið við tiltakinum er at hækka støðið á mattilboðunum í Tivoli, har tað frammanundan eru 23 matstovur, 14 støð við skundmati, fimm barrir og tvær kafé’ir. 

Koks hevur fyrr havt støkkupp í danska høvuðsstaðnum. Tað var á vári 2016, tá Koks leigaði seg inn í matstovuna Den Vandrette í Havnegade nærhendis Nyhavn í nakrar vikur.

[object Object]

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 23. februar 2021

41 Leygardagur 27. februar 2021

Vælumtókt at brodera og virka til føroysku klæðini

Á Tórshavnar Kvøldskúla merkja tey, at áhugin er stórur og vaksandi

Mynd: Tórshavnar kommuna
SkrivaÐ:

Alda Nielsdóttir

Áhugin fyri føroysku klæðunum er stórur og vaksandi. Tað merkja tey, sum undirvísa í ymsum handarbeiði á Tórshavnar Kvøldskúla.

Eitt nú er tað áhugin fyri at læra at brodera og á ymsan kreativan hátt at virka til føroysku klæðini, sum er sera stórur, sigur Eydna Dalsgaard, sum í nógv ár hevur undirvíst í handarbeiði á kvøldskúlanum.

Talan er um føroysk klæði til bæði kvinnur og menn.

- Tað verður næstan ikki gjørt annað. Serliga vælumtókt er tað at evna vestar, stykki og turrikløð til føroysku klæðini. Og virka hosubond, sigur hon sambært heimasíðuni hjá Tórshavnar kommunu.

Tað er breiður, fólksligur áhugi og eftirspurningur eftir skeiðum í handarbeiði. Men hví áhugin fyri føroysku klæðunum er so stórur júst nú, veit Eydna Dalsgaard ikki. Helst er tað rákið í tíðini, sigur hon.

- Føroysku klæðini eru modernað og uppi í tíðini. Tað er móti. Tað sæst t.d, tá ið skúlar eru lidnir og studentar fáa prógv. Tað er reglan heldur enn undantakið at vera í føroyskum klæðum, sigur Eydna Dalsgaard.

 

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 20. februar 2021

42
Leygardagur 27. februar 2021

Viðurskiftini í lagi á 85 prosent av fiskavirkjunum

Heilsufrøðiliga starvsstovan kannaði í heyst reinhaldstøðið á útflutningsvirkjunum, og sum heild var tað í lagi

Savnsmynd (Mynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Alda Nielsdóttir

Í heyst gjørdi matvørudeildin á Heilsufrøðiligu starvsstovuni eitt átak fyri at kanna reinhaldsstøðið á útflutningsvirkjum.

Niðurstøðan er, at reinhaldið sum heild er í lagi á fiskavirkjum, men manglar eru í skrásetingum og mannagongdum í innaneftirlitinum á virkjunum.

Eftirlitsátakið hjá Heilsufrøðiligu starvsstovuni fór fram í tíðarskeiðinum september til november. Tá varð vitjað á 26 av teimum 30 fiskavirkjunum í Føroyum.

Vitjað var á 19 av 21 flakavirkjum, fýra av fýra pelagiskum virkjum, og trimum av fýra laksavirkjum.

Sambært Heilsufrøðiligu starvsstovuni var reinhaldið í framleiðsluni sum heild í lagi á hesum virkjum.

Á 85 prosentum av virkjunum varð staðfest, at viðurskiftini vóru í lagi, á 12 prosentum av virkjunum vóru manglar staðfestir, og á fýra prosentum av virkjunum vóru so mikið nógvir manglar staðfestir, at reinhaldið ikki varð mett at vera nøktandi.

12 virki fingu onga viðmerking frá Heilsufrøðiligu starvstovuni, sum merkir, at øll viðurskifti vóru í lagi.

 

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 21. februar 2021

43
Leygardagur 27. februar 2021

Nýggjur bedingsvognur og dagførd høll til smærri skip og tvíkiljur

Dagførd høll er klár at taka í nýtslu, og nýggju vognur á bedingini ger tað lættari at koyra skip ella tvíkiljur beinleiðis av bedingini og inn í høllina

(Mynd: Mest)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Skipasmiðjan Mest bjóðar nú smærri skipum og tvíkiljum umvælingar í góðum innandura umstøðum á skipasmiðjuni í Havn.

Høll 2 er dagførd og nýggjar størri hurðar settar í, eins og sunnara beding er dagførd við einum nýggjum vogni til smærri skip, sigur Mest í tíðindaskrivi.

Nýggi vognurin á bedingini ger tað sera ómakaleyst at koyra skipið ella tvíkiljuna beinleiðis av bedingini og inn í høllina. Bátar og skip, sum hava eina breidd upp í 10 metrar kunnu koma inn í høllina, sum er 30 metrar til longdar.

Innandura eru umstøðurnar góðar at sandblása, metalisera og mála skip ella tvíkiljur – eins og gera vanligar umvælingar. Í høllini eru stórir traverskranar, sum ger tað lætt at skifta eitt nú motorar.

 

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 22. februar 2021

44
Leygardagur 27. februar 2021

Jóan Jákup Torbjarnarson vunnið danska myndakapping fyri sjófólk

Myndin hjá føroyska skipsføraranum, sum varð mett tann besta av teimum 221 innkomnu myndunum, varð tikin umborð á Ivalo Arctica, tá skipið var á veg inn í Kangarlussuaq í Grønlandi

Mynd: Jóan Jákup Torbjarnarson
SkrivaÐ:

Alda Nielsdóttir

Aftur í ár hava sjófólk sent inn myndir til árligu norðurlendsku myndakappingina hjá Sea Health & Welfare.

Tilsamans komu 689 myndir frá 116 myndafólkum úr Íslandi, Noregi, Svøríki, Finnlandi og Danmark. 15 tær bestu myndirnar, sum vórðu sendar inn til kappingarnar í teimum ymsu londunum, vórðu valdar til norðurlendsku kappingina.

46 sjófólk sendu tilsamans 221 myndir inn til donsku kappingina. Millum teirra var føroyski skipsførarin Jóan Jákup Torbjarnarson frá skipinum Ivalo Arctica, sum vann 1. virðisløn.

Hann vann við myndini, sum ber heitið "'Ivalo Arctica' á veg inn í Kangarlussuaq".

Í grundgevingini stóð m.a., at myndin hevði høga myndagóðsku við stórum hvassleika og við litum, sum komu til sín rætt.

 

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 22. februar 2021

45
Leygardagur 27. februar 2021

Meiri áhugavert at royna við lemmum enn at samtrola

Vit einsamallir og eru fríari at taka avgerðir, so sum til dømis, hvar vit skalt royna, sigur Kristian Thomsen, skipari á Lerki

Kristian Thomsen, skipari á Lerki (Mynd: Føroyska Sjómansmissiónin)
SkrivaÐ:

Føroyska Sjómansmissiónin

- Eftir umstøðunum hevur fiskiskapurin verið í lagi. Vit fóru út hósnáttina og gjørdu stutta roynd, áðrenn vit fóru undir land at kroka, vegna vánaliga veðrið. Tá vit komu út aftur á fiskileiðirnar, var fiskiskapurin rímuliga góður. Vit hava 180 kør, sum er umleið 65 tons, harav gott 50 kør eru toskur.

Tað sigur Kristian Thomsen, skipari, á Lerki. Teir landaðu til Faroe Origin týsmorgunin.

- At royna við lemmum, hevur sínar fyrimunir, og at samtrola, hevur sínar. Tó vil eg siga, at tað er meiri spennandi at royna við lemmum, tí tá eru vit einsamallir og eru fríari at taka avgerðir, so sum til dømis, hvar vit skalt royna, sigur hann.

- Vit eru bara sjey mans; so fáa vit væl av fiski, er tað strævið, tí tað verður lítil hvíld og svøvnur. Við samtrolara taka teir jú inn aðruhvørja ferð, meðan vit við lemmum taka trolið inn hvørja ferð, vit hála, sigur hann.

- Tað hevur verið smáligt við upsa í vetur, hóast vit eru komnir inn í góðari tíð eftir upsa. Men vónandi verður tað betri og kanska okkurt tíður uppá tað. Hitin á botni er komin niður á 6-7 hitastig; og tað er ein góður hiti fyri upsa, so vit hava gott mót, sigur Kristian Thomsen.

[object Object]
(Mynd: Føroyska Sjómansmissiónin)

 

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 24. februar 2021

46
Leygardagur 27. februar 2021

Carlton seldur til Portugal

Línuskipið Carlton, gamli Jákup B, sum hevur heimstað í Klaksvík, er selt til eitt felag í Portugal

Savnsmynd
SkrivaÐ:

Kiran Jóanesarson

Línuskipið Carlton, sum hevur ligið á Klaksvík seinasta árið, er selt av landinum.

- Eg kann vátta at vit hava selt Carlton til eitt felag í Portugal. Skipið fær heimstað í Belize, og skal fiska við Afrika, sigur Hanus Hansen, reiðari.

Carlton, sum er fyrrverandi Jákup B, bleiv avloystur av einum nýggjari skipið fyri einum góðum ári síðan. Talan var um gamla Klakk, sum eisini varð blivin avloystur av einum nýggjari skipi.

Síðani hevur Carlton ligið svínabundin á Klaksvík, og staði á sølulista, og nú eydnaðist at selja skipið.

Hanus Hansen, reiðari, ynskir ikki at viðmerkja nakran prís, men sum skilst er skipið selt fyri 2,2 milliónir krónur.

 

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 23. februar 2021

47
Leygardagur 27. februar 2021

Norskur trolari góð úrslit við føroyskari útgerð

Atlantic Star hevur spart 13.300 litrar í 19 dagar

Savnsmynd (Mynd: Kiran Jóanesarson)
SkrivaÐ:

Kiran Jóanesarson

Norski trolarin Atlantic Star hevur gjørt stórar sparingar við føroyskari útgerð.

Talan er um lemmar frá virkinum Rock Trawldoord úr Vági, skrivar Hans í Líðini, stjóri í rock Trawldoors á sínum Facebook vanga.

Atlantic Star kom til Ålesund mánakvøldið í farnu viku við 900 tonsum av frystum fiski. Tað vóru 19 døgn frá tí teir fóru, til teir vóru aftur í Ålsesund og fimm døgn í sigling.

- Teir fiska við okkara nýggja modelli Sea-Master (CL/CD = 3,7) Ikki eina fastkoyring, ikki skrætt eina masku og lemmarnir ongantíð dottnir niður, sjálvt um teir royndu í bratta kantinum.

- Tá teir so bunkraðu aftur, vísti tað seg at teir høvdu brúkt munandi minni av olju. 700 litrar um samdøgrið minni av olju enn árini frammanundan.

- Hetta gevur 13.300 litra í sparing av olju í 19 dagar. Vit herfrá ynskja teimum góða eydnu á komandi túri, skrivar Hans í Líðini um góða úrslitið.

Atlantic Star hevur heimstað í Ålesund, og er bygdur í 1996. Trolarin var fyri nøkrum árum umbygdur, og var millum annað longdur.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 22. februar 2021

48
Leygardagur 27. februar 2021

Ruth seld til Russlands

Danska uppsjóvarskipið Ruth er seld til Russlands

Mynd: Pol M Jensen
SkrivaÐ:

Kiran Jóanesarson

Ruth er nú seld til Russlands.

Talan er um avloysaraskipið, sum Gullak Madsen fekk í einum umbýtingarhandli í sambandi við at hann seldi gomlu Ruth til Noregs.

''Gamla'' er tó í so nógv sagt, tí skipið var einans trý ár tá ið keypsáttmáli varð undirskrivaður við norsku keypararnar.

Gullak Madsen fekk eitt eldri norskt uppsjóvarskip hjá keyparanum, sum hann kundi brúka til at fiska kvoturnar til hann skuldi yvirtaka eina nýggjari og størri Ruth frá Karstensens Skibsværft í Skagen.

Nú er verkætlanin so langt ávegis, at skrokkurin til nýggju Ruth er komin til Skagen, har skipið skal gerast liðugt, og tí er ikki tørvur á avloysaraskipinum longur, sum nú also er selt til Russlands.

[object Object]
Ruth í Hirtshals síðsta summar (Savnsmynd: Kiran Jóanesarson)

Nýggja Ruth skal eftir ætlan handast føroyinginum Gullak Madsen í august í ár.

Hóast skipið fær russiskar eigarar, so fer skipið framvegis at hava navnið Ruth, tó verður heimstaðurin skiftur út frá Hirtshals til Portsmouth. 

 

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 24. februar 2021

49 Leygardagur 27. februar 2021

Føroysk vísindalig grein í German Yearbook of International Law

"Sharing is Caring: Transboundary Hydrocarbon Deposits" er heitið á vísindaligari grein, sum Bjørn Kunoy, adjungeraður professari á Setrinum, hevur skrivað í German Yearbook of International Law

Bjørn Kunoy er dr.jur og adjungeraður professari á Fróðskaparsetrinum í altjóða lóg (Foto: Finnur Justinussen)
SkrivaÐ:

Jan Müller

Greinin viðger altjóðarættarliga karmin, tá tað ræður um at troyta markumskarandi kolvetnisfund, sum eru fund, ið bróta eitt ella fleiri mørk og tí umskara løgdømi hjá tveimum ella fleiri londum.

Í greinini verða viðurskifti lýst, sum eru berandi fyri at allýsa slík markumskarandi kolvetnisfund.

Tá ið marknasáttmálar eru gjørdir millum lond, sum eisini hava ásetingar um markumskarandi kolvetnisfund, er hesin spurningur altíð heftur at ítøkiligu sáttmálaorðingunum um hetta.

Bjørn Kunoy ger eina útgreinandi samanbering í marknasáttmálum, sum eru gjørdir millum lond í øllum heimspørtum.

Niðurstøðan er, at londini hava so ymsan máta at orða slíkar sáttmálar, at tað kann ikki metast sum grundarlag undir altjóða siðvenjurætti.

Sostatt er tað fyrst av øllum galdandi sáttmálatekstur í altjóða havrættarsáttmálanum, umframt ávísir gerðarrættarúrskurðir, ið viga, tá marknasáttmálar ikki hava eina úttømandi allýsing av kolvetnisfundi.

Síðani verður útgreinað, hvør partur í einum trætumáli hevur próvbyrðuna, um eitt kolvetnisfund skamt frá einum marki umskarar hetta markið.

Hesin parturin er sera týdningarmikil, tá gerast skal av, um eitt land kann troyta eitt markumskarandi kolvetnisfund, og eingin semja er millum partarnar at samtroyta fundið.

Í summum førum loyva millumlanda sáttmálar øðrum partinum at troyta eitt markumskarandi fund, hóast eingin semja er um tað við hin partin ella partarnar. Í øðrum førum forða sáttmálar fyri tí ella seta ávísar treytir við, og slík sáttmálaviðurskifti fáa drúgva viðgerð í greinini.

Bjørn Kunoy rør fram undir, at í teimum førum, har eingin tvíliðaður sáttmáli er gjørdur landanna millum, ella møguligar orðingar í marknasáttmálum ikki viðgera hesi viðurskifti til fulnar ella annars eru ógreiðar, ber ikki til hjá einum landi at forða øðrum landi at troyta eitt markumskarandi kolvetnisfund.

Hinvegin, í slíkum førum loyvir altjóða lóg ikki einsíðis og uttan serlig fyrilit, at markumskarandi kolvetnisfund verða troytt.

Neyðugt er at fáa fáa serligan gerðarrætt ella dómstól at áseta mannagongd og mest loyvdu nøgd, ið eitt land kann troyta úr einum markumskarandi kolvetnisfundi, um so er, at partarnir ikki kunnu semjast um samtroyting.

German Yearbook of International Law er elsta og týdningarmesta týska tíðarritið um altjóða rætt og verður útgivið av Duncker og Humblot.

 

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 25. februar 2021

50 Leygardagur 27. februar 2021

Gassframtíð eystan fyri Føroyar

Bretska orkufelagið Corallian fingið fígging til at útbyggja gassfeltið Victory  á Atlantsmótinum

Olju- og gassterminalurin í Sullom Voe í Hetlandi fær skjótt ein nýggjan gasskunda, sum verður gass frá Vicotory kelduni eystan fyri Føroyar
SkrivaÐ:

Jan Müller

Tað er framtíð í at útbggja og  framleiða gass á leiðunum millum Hetland og Føroyar. Hetta heldur bretska orkufelagið Corallian Energy eins og lánveitari tess Reabold Resources. Íløgufelagið eigur 36,9 prosent av Corallian, sum einsamalt stendur fyri Victory kelduni. 

Hon varð funnin í 1977 um somu tíð sum risastóra oljufeltið Clair nærhendis. Keldan hevur síðani skift hendur nakrar ferðir, og nú franska orkufelagið Total hevur bygt út Laggan Tormore gassfeltið við beinleiðis garrrørleiðing til Hetlands, metir Corallia tað verða lønandi at útbyggja Victory og binda framleiðsluna í gassrørleiðingina frá Laggan Tormore til Sullom Voe terminalin í Hetlandi. Frammanundan hava tvær aðrar gasskeldur, Edradour og Glenlivet bundið í somu gassrørleiðing. Væntandi verður fyrsta framleiðslan frá Victory í 2024

Corallian Energy fekk annars tillutað fleiri nýggj leitiloyvi eystan fyri Føroyar í seinastu 32. útbjóðingini á bretska landgrunninum. 

Við útbyggingini av Victory verður mett, at gassvirksemið eystan fyri Føroyar fer at fáa størri og størri týdning í framtíðini, nú her liggja fleiri onnur gassfelt, sum við tíðini helst fara at verða útbygd eisini. Gass er eisini funnið í undirgrundini tætt upp at føroyska markinum. Total, sum stóð fyri fyrstu stóru gassútbyggingini á Atlantsmótinum, umhugsar at útbyggja enn eitt gassfelt í økinum, fundið Glendronach tað gjørdi nøkur ár herfyri.
 
[object Object]

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 22. februar 2021

51 Leygardagur 27. februar 2021

39 prosent av seldu Toyota-bilunum í 2020 vóru hybrid

Hetta er eitt tal, sum verður enn hægri, nú løgtingið hevur samtykt at hybridbilar fáa avgjaldslætta, sigur Reyni Service

(Savnsmynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Hóast alheims sølutølini fyri bilar fullu nakað í korona-rakta 2020, so hevur Toyota ongan tíð áður selt so nógvar bilar við Hybrid-tøkni. 

Tað skrivar Reyni Service, sum umboðar Toyota, á heimasíðu sínari.

Heilt neyvt sendi Toyota 1.959.570 nýggjar Hybrid-bilar á marknaðin í 2020, og tað er ein vøkstur upp á 2 prosent sammett við 2019, sigur bilasølan.

Samanlagt hevur Toyota nú selt fleiri enn 17 milliónir hybrid-bilar. Tað hevur viðført eina minking upp á 120.000.000 tons av koltvísúrni, sammett við støðuna, sum hevði verið, um hesir bilar vórðu riknir við vanligum bensin- ella diesel-motorum, verður sagt.

Í Evropa vóru nærum tveir triðingar av nýggjum Toyota-bilum í 2020 seldir við hybrid-tøkni. Heima í Føroyum var hybrid-parturin góð 39 prosent. Eitt tal, sum væntandi verður enn hægri, nú umhvørvisatlit hava fingið størri vekt, tá skrásetingargjøld av motorakførum verða roknað, sigur Reyni Service.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 23. februar 2021

52 Leygardagur 27. februar 2021

Bretar umhugsa føroyska loysn undir Isle of Man

Ætlanir eru um at byggja ella bora fast samband millum Ongland og Írland

(Savnsmynd: Ólavur Frederiksen)
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

Við Eysturoyartunnlinum og rundkoyringini undir Saltnesgrynnuni umhugsar Bretland nú at gera ein tunnil undir Írlandshav millum Írland og Ongland og við eini rundkoyring miðskeiðis, so koyrandi verður upp á Manoy – Isle of Man.

Tað er enska sunnudagsblaðið Express.co.uk, sum sunnudagin skrivaði, at hetta hevur verið umrøtt á einum fundi har møguleikarnir fyri einum føstum sambandi til Írlands var til viðgerðar. Eisini aðrir møguleikar vórðu tiknir fram á fundinum, eitt nú at gera fasta sambandið til Skotlands ella Wales.

Alister Jack, sum er ráðharri fyri Skotland í konservativu bretsku stjórnini hjá Boris Johnson, sigur við Espress.co.uk, at fleiri ymisk uppskot vóru frammi á umrødda fundinum, og at fleiri teirra høvdu verið til stórt gagn fyri bretska búskapin. Hann sigur eisini, at honum dámar væl loysnina við einum tunli undir Írlandshavi.

Á fundinum greiddi eitt embætisfólk frá føroysku loysnini við eini rundkoyring – rundabout, sum tað verður kallað har – undir havbotninum.

Og viðkomandi skal hava sagt við Express.co.uk:

- Um Føroyar hava slíkar loysnir, so kunnu vit eisini.

Men samferðsluráðharrin í skotsku stjórnini, Michael Matheson úr SNP, hevur kallað ætlanina fyri eina ‘fáfongdar-ætlan’, sum ongantíð gerst veruleiki.

Hetta tí at Boris Johnson, forsætisráðharri, skal hava talað fyri møguleikanum at byggja eina brúgv um Írlandshav.

Ætlaða brúgvaføringin er úr Portpatrick, beint norðan fyri Isle of Man, og yvir til Norðurírland, har fergurnar nú sigla. Ein brúgv nakað norðari, frá Kintyre hálvoynni yvir til útnyðringshornið á írsku oynni, hevur eisini verið nevnd.

Norðara loysnin hevði verið styttri, men flutningsmøguleikarnir eru ikki eins góðir og frá Portpatrick, har ferjuhavnin til Írlands nú er. Her er 20 miles, svarandi til góðar 32 kilometrar, yvir til írska fastlandið.

Ivi er sáddur um tað tekniskt letur seg gera at byggja eina brúgv úr Portpatrick til Írlands, av tí at her er ein upp til 300 metra djúp renna, Beaufort Dyke, sum varð brúkt sum køstur fyri krígsburturkast eftir annan heimsbardaga.

Arbeiðsbólkurin undir leiðslu av Sir Peter Hendy, sum arbeiðir við fasta sambandinum, verður væntandi klárur at leggja sína frágreiðing alment fram einaferð næsta summar, skrivar Express.co.uk. 

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 23. februar 2021

53 Leygardagur 27. februar 2021

Lata heilt spakuliga upp í Danmark

Handlar á stødd undir 5000 fermetrar kunnu lata upp við avmarkingum, ítróttur og mentan uttandura kann fara fram við krav um kanning og tal av fólki, og skúlar í fáum økjum lata upp aftur. Um smittutrýstið ikki verður størri letur meira upp miðskeiðis í mars

Magnus Heunicke vísur á týdningin við at vera varin. Nakrar avmarkingar verða broyttar 1. mars, og um smittutrýstið er á "rætta støðinum" verður latið upp fyri meira seinni í mars
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

Á einum sonevndum "doorstep-tíðindafundi" mikudagin løgdu donsku ráðharrarnir Magnus Heunicke, Nick Hækkerup og Pernille Rosenkrantz-Theil fram ymist viðvíkjandi upplating í danska samfelagnum. Fyrstu stigini verða tikin 1. mars, men tey eru smá.

Í høvuðsheitinum kunnu framvegis bert fimm fólk savnast. Frisørar, biografar, venjingarmiðstøðir, handilsmiðstøðir og ikki heilt neyðugu viðgerðarstovnar skulu hava latið aftur.

Tey, sum eru á hægri undirvísingarstøði enn í 4. flokki, kunnu bert hava undirvísing á alnótini. Matstøð, fyriuttan takeway, og skeinkistøð kunnu ikki hava virksemi koyrandi, og eingin innanduraítróttur, sum ikki er á yrkisstøði, kann vera. Tað er heldur ikki møguligt, at hava mentanartiltøk innandura.

Tað verður tó møguligt hjá mentanarstovnum frá 1. mars at hava virksemi uttandura - tó við kravið um negativa koronukanning. Til ber nú tildømis eisini at spæla fótbólt, ið ikki er á yrkisstøði. Heilsumálaráðharrin segði, at til ber hjá í mesta lagi 25 fólkum at savnast í slíkum førum. Heunicke hevði eisini góð tíðindi til handlar, sum eru upp til 5.000 fermetrar og sum ikki eru í handilsmiðstøðum. Teir kunnu lata upp í avmarka mát. Teir handlar ið eru yvir 5.000 fermetrar, og harvið savna fleiri fólk, kunnu hava opið eftir bílegging.

Mongu avmarkingarnar eru longdar til 5. apríl í fyrstu syftu - tað vil siga til beint eftir páskir. Tað er tó ikki galdandi fyri Bornholm, ið hevur heilt lág smittutal. Har kann tað mesta byrja aftur - tó við til tilmæli og ávísum krøvum um kanning. Í Vestur- og Norðurjútlandi ber eisini til hjá teimum flestu skúlanæmingum at møta upp aftur rímiliga regluliga. Her fylgir tó krav um kanning við.

Undirvísingarmálaráðharrin, Pernille Rosenkrantz-Theil, vísti á, at so um smittustøðan í øðrum pørtum av landinum er hóskandi, so verður eisini farið aftur í skúla har 15. mars. Tað verður væntað, at teir seinastu landspartarnar kunu lata skúlarnir upp aftur 6. apríl. Yvirlit yvir upplating og avmarkingar sæst á TV2.dk.

Tað avhongur tó av, at smittutrýstið ikki gerst ov stórt, í mun til hvat Statens Serum Institut og aðrir serfrøðingar meta er ráðiligt. Hetta legði Magnus Heunicke dent á, og tað er tað, sum hann og onnur í stjórnini hava víst á í seinastuni er sentralt. Ætlanin er ikki at seta ov nógv uppá spæl í mun til vandan fyri øktum smittutrýsti, og Mette Frederiksen, ið fer at hava tíðindafund klokkan fýra føroyska tíð, hevur sagt, at tað er júst ein vandi við at lata samfelagið meira upp nú, tó at millum annað várið kann hjálpa.

Hetta eru politikkarar úr bláa blokkinum als ikki samdir í. Jakob Elleman-Jensen, formaður í Vinstra, og aðrir vísa á, at tær mongu avmarkingar hava verið ov leingi og tær eru vandamiklar fyri fólkaheilsu og annað, og at fyritøkur í hópatali eru í stórum vanda fyri at bløða út. SF, De Radikale og Enhedslisten gjørdust í gjárkvøldið samd við stjórnina um ætlanina fyri at lata meira upp frá 1. mars. Flokkarnir í bláa blokkinum vóru ógvuliga ónøgdir við samráðingarnar og ynsktu ikki at verða við.




Greinin varð fyrstu ferð løgd út 24. februar 2021

54 Leygardagur 27. februar 2021

Lutfalsliga flest deyð í Belgia

Evropeisk lond liggja á teimum ovastu seks plássunum á listanum fyri flest deyð av korona í mun til íbúgvaratalið

Belgia er harðast rakt av øllum londum. Í seinastu eru studentar farin út at mótmælt avmarkingunum (Mynd: EPA)
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

Hóast USA, Brasil, Meksiko og India – fýra av heimsins mest fólkaríkastu londum – hava staðfest flest deyð við covid-19, so er tað lond í Evropa, sum eru harðast rakt, tá listin verður gjørdur upp í mun til íbúgvaratal.

Herundir er talið av deyðum pr. 100.000 íbúgvar. Í klombrum sæst samlaða íbúgvaratalið, milliónir, í landinum. Bert londi við meira enn einari millión íbúgvum eru við á listanum:

1) Belgia (11,5): 190.

2) Slovenia (2,1): 181.

3) Tjekkia (10,7): 180.

4) Stórabretland (66,8): 180.

5) Italia (60,3): 158.

6) Portugal (10,3): 155.

7) USA (328): 152.

8) Bosnia-Hersegovina (3,3): 151.

9) Norðurmakedonia (2,1): 147.

10) Ungarn (9,8): 146.

Svøríki (10,3) liggur nummar 18 á listanum við 123 deyðum pr. 100.000 íbúgvar, Danmark (5,8) nummar 58 við 40, Finnland (5,5) nr. 79 við 13, Noreg (5,4) nr. 83 við 11.

Kelda: statista.com   

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 23. februar 2021

55 Leygardagur 27. februar 2021

Kanning: Helmingurin av veljarunum fara at fylgja Trump í nýggjan flokk

Um fyrrverandi amerikanski forsetin fer frá republikanarunum og stovnar sín egna flokk, ætlar helmingurin av veljarum hansara framvegis at stuðla honum

Fyrrverandi amerikanski forsetin, Donald Trump (Mynd: EPA)
SkrivaÐ:

Alda Nielsdóttir

Fyrrverandi amerikanski forsetin, Donald Trump kann helst vænta nógvan stuðul frá veljarunum, um hann fer frá republikanarunum og stovnar nýggjan flokk.

Tað vísir ein spurnarkanning, sum er gjørd av Suffolk University og miðlinum USA Today.

Túsund Trump veljarar, sum valdu hann á valinum í 2020, vórðu spurdir, og 46 prosent av teimum søgdu, at teir fóru at venda republikanska flokkinum bakið og í staðin fylgja Trump yvir í nýggjan flokk.

Hetta prógvar, at veljarar hjá Trump, framvegis eru trúfastir, hóast álopið á Kongressina 6. januar og ríkisrættarmálið, sum fylgdi hareftir.

Trump varð eisini fríkendur í hesum seinna ríkisrættarmálinum móti honum, men sjey av republikansku senatorunum atkvøddu saman við demokratunum um at døma hann sekan.

Leiðarin fyri republikanska minnilutan í Senatinum, Mitch McConnell, segði aftaná, hóast hann ikki sjálvur hevði atkvøtt saman við demokratunum, at Trump í roynd og veru kundi ábyrgdast fyri ófriðin í Kongressini, sum byrjaði, eftir at hann hevði hildið røðu fyri stuðulsfólkum sínum. Tá helt Trump m.a. fast við, at valsvik varð framt í sambandi við forsetavalið, og segði hann seg ikki vilja góðtaka eitt tap.

Trump hevur síðani sagt, at McConnell er ein gamal livibreyðspolitikari, sum veljarar eiga at vraka, og fleiri av veljarum hansara tykjast at vera samdir í hesum.

Umleið helvtin av teimum, sum luttóku í kanningini hjá USA Today søgdu, at tey framvegis fara at stuðla Trump, hóast undirtøkan millum meira etableraðar republikanarar minkar.

Kanningin varð gjørd yvir fimm dagar, og óvissan er 3,1 prosent, skrivar Ritzau.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 22. februar 2021

56 Leygardagur 27. februar 2021

Bretska kongshúsið: Harry og Meghan koma ikki aftur

– Øll harmast um avgerðina hjá Harry og Meghan, sum framvegis eru ein elskaður partur av familjuni, sigur bretska kongshúsið

Mynd: EPA
SkrivaÐ:

Alda Nielsdóttir

Hertogin og hertogafrúan av Sussex, Harry og Meghan, hava nú gjørt greitt, at tey vera ikki aftur at síggja sum framtraðkandi limir av bretska kongshúsinum.

Hetta merkir, at tær skyldurnar, sum parið hevur havt, m.a. sum verjar hjá ymsum felagsskapum, og hjá herinum, nú skulu býtast millum restina av familjulimunum.

Bretska kongshúsið ger í tíðindaskrivi greitt, at tað ikki er við gleði, at mann kemur við hesari fráboðanini, og at øll harmast um avgerðina hjá Harry og Meghan, sum framvegis eru ein elskaður partur av familjuni.

Áður varð annars boðað frá, at Harry og Meghan skuldu sleppa at royna nýggju umstøðurnar í 12 mánaðir. Tað var í fjør, at tey boðaðu frá, at tey fóru at gevast, og nú er endaliga avgerðin tikin. Parið flutti síðani til Kanada, og nú búgva tey í Los Angeles í amerikanska statinum Kalifornia.

Sambært BBC hevur Harry prinsur umrøtt støðuna við restina av familjuni, og hann og omma hansara, Elizabeth drotning, eru vorðin samd um, at tað ikki ber til hjá teimum framvegis at taka sær av kongaligu skyldunum.

Harry, sum varð føddur sum prinsur, sleppur tó framvegis at varðveita hetta heitið.

Talsfólk hjá Harry og Meghan sigur, at hóast tey ikki longur hava ein formligan leiklut í teimum felagsskapunum, sum tey áður hava stuðlað sum partur av kongshúsinum, ætla tey framvegis at stuðla hesum.

Les eisini: Harry og Meghan skulu hava eitt barn afturat

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 20. februar 2021

57 Leygardagur 27. februar 2021

Flogbóltur: Vágastríð um kvinnusteypið

Skal málast eftir úrslitunum í landskappingini, so eru tað sørvágskvinnur, sum hava sterkastu kortini á hondini. Tað høvdu tær eisini í fjør, tá tær eisini vunnu

(Savnsmynd: Jens Kr. Vang)
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Tað vera Dráttur og SÍ, sum skulu kappast um steypið hjá kvinnunum, og skal málast eftir úrslitunum í landskappingini, so eru tað sørvágskvinnur, sum hava sterkastu kortini á hondini. Tað høvdu tær eisini í fjør, tá tær eisini vunnu.

Tað er kanska ikki so nógv at siga til, at SÍ enn einaferð er í steypafinaluni í flogbólti fyri kvinnur.

Tað vóru tær eisini í fjør og ta ferðina gekk upp á stás. Og hyggja vit eftir úrslitunum í landskappingini í ár, so gongur upp aftur meira upp á stás hjá sørvágskvinnum í ár. Tær liggja nevniliga langt fremst í landskappingini, frammanfyri mótstøðuliðið í steypafinaluni leygardagin, Drátt.

Sørvágskvinnur eru níggju stig fremstar, og tær eru í tí serligu støðu, at tær ongan dyst hava tapt í ár.

Tað gjørdu tær heldur ikki í hálvfinaluni, sum tær spældu í Badmintonhøllini í Klaksvík ímóti Mjølnir. Tann dysturin gjørdist ikki so spennandi, júst tí, at sørvágskvinnur vóru ov sterkar ella Mjølnir-kvinnurnar ov veikar.

Seta væl við
Ein onnur orsøk til, at SÍ enn einaferð er í steypafinaluni hjá kvinnum kann finnast í yvirlitinum yvir steypafinalurnar hjá teimum yngru í ár.

Tað vera spældar 12 finalur um vikuskiftið og SÍ er í átta av teimum. Kvinnufinaluni og sjey í yngru deildunum. Av teimum fýra kvinnu- og gentufinalum, og tað er ein góð ábending um, at tað arbeiðið, sum sørvingar hava gjørt í flogbólti seinastu nógvu árini, hevur borið ávøkst.

Tað er eisini tað, sum er áhugavert, tá hugt verður eftir teimum, sum manna liðið hjá sørvingum. Har eru nógvir nýggjari leikarar, sum ivaleyst fara at mynda føroyskan kvinnuflogbólt næstu árini. 

Og so er tað sjálvandi Julia Kuvshinova, sum í hálvfinaluni spældi ein branddyst, og tað gjørdi hevarin hjá sørvingum, Janna Falkvard, eins og Sissal Ellefsen gjørdi tað.

Dráttur kann gott
Nú skal hetta ikki skiljast soleiðis, at Dráttur ikki hevur nakran møguleika. Tí tað hava tær, og ein av orsøkunum til tað er, at tær hava eitt lið við rættiliga nógvum royndum. Bæði teimum, sum felagið sjálvt hevur bygt upp, men eisini tær, sum Dráttur hevur fingið frá eitt nú Tórfríð Tausen og Anniku Niclasen.

Hesar báðar, sum eru barnvaksnar í flogbóltshøpi í SÍ, eru sterkir leikarar, og kundu sum einki styrkt ein hvønn føroyskan flogbóltshóp á kvinnusíðuni.

Í hálvfinaluni spældi Dráttur móti Fleyr, sum er nummar trý í landskappingini, og tann dystin vunnu miðvágs- og sandavágskvinnur við trimum settum móti einum. Gaman í vóru settini rættiliga jøvn, faktiskt øll uttan tað, sum Fleyr vann, men hvat hjálpir tað, tá Dráttur vann tað stóra slagið.

Kann væl blíva spennandi
Sjálvt um SÍ er oddalið í landskappingini og sjálvt um Dráttur er níggju stig aftanfyri, nýtist ikki fólki at vera vís í, at SÍ vinnur ein lættan dyst.

Sum nevnt hevur SÍ sálarliga yvirtakið, men Dráttur kann á einum góðum degi saktans gera ein so mikið góðan vørr, at tær kunnu vinna finaluna.

SÍ hevur vunnið fleiri finalur enn Dráttur, men ein slíkan finaludag, tá sjálvt kappingarárið stendur uppá spæl kann alt henda.

Finalurnar leygardagin:
13.30 Dráttur - SÍ, kvinnur
16.00 ÍF - Mjølnir
 

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 25. februar 2021

58 Leygardagur 27. februar 2021

Flogbóltur: Fuglfirðingar síggja sterkari út

Hóast stigatalvan sigur nakað annað, tykjast tað at vera fuglfirðingar sum hava sterkastu kortini á hondini

(Savnsmynd: Jens Kr. Vang)
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Tað var eingin slingur í valsinum, tá ÍF smurdi SÍ av í hálvfinaluni. Mjølnir vann eisini tryggan sigur á Fleyr, men kortini eru tað fuglfirðingar sum tykjast hava sterkastu kortini á hondini í finaluni móti klaksvíkingum. Men stigatalvan sigur nakað annað

Eins og tað er hjá kvinnunum, so eru tað nummar eitt og nummar tvey í landskappingini hjá monnum, sum bresta saman, tá steypafinalan hjá monnum skal avgerast leygardagin.

Mjølnir liggur á fyrstaplássi í landskappingini við 37 stigum, men ÍF er bara tvey stig aftanfyri klaksvíkingar við líka nógvum dystum.

Hyggja vit so yvirlitinum yvir finaludystirnar, sum verða leiktir um vikuskiftið, so síggja vit, at einki av tí, sum er galdandi á kvinnusíðuni, er galdandi á manssíðuni. Menninir og dreingirnir hjá Mjølnir og ÍF eru bara í einari finalu um vikuskiftið, men tað er so í tí stóru steypafinaluni, henni hjá monnum.

Gjørdu skjótt av
Taka vit hálvfinalurnar, so var støðan tann, at fuglfirðingar gjørdu øgiliga skjótt av, tá teir spældu móti sørvingum.-

ÍF var so nógv betur enn SÍ var og tí endaði tann dysturin við trimum settum móti ongum, og settmunurin var enntá so stórur at tað ruddiliga ber til at staðfesta, at har er stórur munur á liðunum beint nú.

Tað var í grundini akkurát tað sama, sum hendi í dystinum millum arvafíggindarnar, Mjølnir og Fleyr. Mjølnir var so nógv sterkari tey bæði fyrstu settini, at tað slett ikki bar til at tosa um nakra veruliga kapping.

Í triðja setti raknaði Fleyr eitt sindur við, men tó ikki meira enn so, at teir máttu slíta seg til ein sigur í tí settinum.

Og í fjórða setti vendi alt aftur, og so hevði Mjølnir vunnið 3-1.

Nógv er broytt
Taka vit lið fyri lið, so tykjast bæði liðini at vera nøkulunda líka sterk.

Bæði liðini hava nýggjar ungar leikarar, men har eru fuglfirðingar í tí støðu, at teir kanska hava eitt óroyndari lið enn Mjølnir.

Um tað fer at hava nakra ávirkan, ber sjálvandi ikki til við vissu at siga, men tað er nokk greitt, at leikarar, sum Thorvald Danielsen, Trygvi Hansen og Steffan Rosenlund við sínum royndum kunnu lyfta sínar ungu leikarar.

Tað kunnu Boban Ilic, Bartal Eliasen og Suni Hansen, venjara, sjálvandi eisini, men tað mugu teir so gera uttanífrá, og akkurát har er ein ávísur munur.

Nógvar steyparoyndir
Tá tað kemur til at spæla steypafinalur, so eru tað tvey av teimum heilt royndu steypaliðunum, sum bresta saman í Høllini á Hálsi leygardagin.

ÍF er tað felagið í Føroyum, sum hevur vunnið flestar steypafinalur, teimum á baki er tað SÍ og so er tað Mjølnir.

Men ÍF hevur ikki vunnið steypafinaluna síðan 2016, men tað hevur Mjølnir gjørt, tí liðið vann steypakappingina í fjør.

Og so er spurningurin, hvat av liðunum klárar at standa ovast, tá dagurin  í morgin endar. Tað er ikki óhugsandi, at tað verður ÍF, sum vit sínum ungu leikarum og góða leiktrýsti kann taka klaksvíkingar á bóli, men tað kann eisini vera, at Mjølnir ger tað, sum stigatalvan sigur, at liðið fer at gera.

Finalurnar leygardagin:
13.30 Dráttur - SÍ, kvinnur
16.00 ÍF - Mjølnir
 

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 26. februar 2021

59 Leygardagur 27. februar 2021

Hoyvíkskvinnur hildu fast í leiðsluni og tóku steypið við til Hoyvíkar aftur

Neistin hekk í allan dystin, men sera gott spæl í málinum frá Vár Thomsen og stríðsvilji, frá serliga Duritu Toftum, vórðu til endans avgerðandi fryi H71

H71 vann steypafinaluna annað árið á rað - munurin var tvey mál (Mynd: Jens Kr. Vang)
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

Eins og í februar í fjør gjørdist talan um eina sera spennandi kvinnufinalu, og eins og í fjør vóru hoyvíkskvinnur omaná. 

H71 var á odda so at siga allan finaludystin síðsta leygardag. Tá eitt korter var leikt hevði Neistin bert fingið trý mál, og munurin var fimm mál. Durita Toftum og Lív Zachariassen spældu sera væl í miðverjuna, og tann síðstnevnda hevði gott tamarhald á Marjuni Danberg. Marjun og Neistin komu tó í gongd aftur, og eina løtu fekk verjan og málverjin hjá Neistanum næstan eisini stongt av.

Myndir: H71 - Neistin

Hoyvíkskvinnur sluppu ongnatíð av álvara avstað í 2. hálvleiki. Margit Weyhe Frimundsdóttir spældi seg veruliga heita í røttu løtuni, so at Neistin fekk nærkast H71, og at tað gjørdist heilt spennandi ímóti endanum.

Hoyvíkskvinnur fingu ilt av at koma inn ímóti Nestaverjuni, og tá H71 upp á eina lítla løtu fekk tvær útvísingar, og munurin var tvey mál, sá tað út sum, at Neistin hevði heilt góðan møguleika at fáa minst longda leiktíð. Men so tók Vár H. Thomsen brotskast frá Fríðu á Dunga við frálíkari fótparadu. Hon hevði havt nakrar góðar bjargingar í løtuni áðrenn, og tað var hetta sum tryggjaði, at H71 ikki mist leiðsluna.

[object Object]
Vár Thomsen verður heiðrað sum dagsins leikari. Hon hevði tólv bjargingar og nakrar vóru sera umráðandi (Mynd: Jens Kr. Vang)

Hon var á eitt mál, tá farið var undir síðsta hálva minuttin. Armurin var uppi, hoyvíkskvinnur fingu ikki mál, men bólturin datt út aftur. Har stríddist Durita fyrimyndarliga væl fyri at fáa fatur á bóltinum, og hóast skotið rakti Margit, so sníkti bólturin seg í málið. 22-20, Vár bjargaði í hinum endanum, og so var liðugt.

H71 endurvann steypið, og samanlagt var sigurin uppiborin. Tær á Neistanum stríddust heilt væl, og serliga Marjun Danberg gekk á odda við átta málum og góðum verjuatgerðum. Maria Halsdóttir Weyhe skoraði eisini átta mál. Spælskiparin hjá H71 vísti aftur vegin við millum annað at skora trygt uppá øll fimm brotskøstini hjá nú tvífaldu steypavinnarunum. 

Myndir: H71 endurvann steypið

Faxe Kondi finalan hjá kvinnum 
Høllin á Hálsi 20. februar
H71 - Neistin  22-20 (9-12)

Málskjúttar: 
H71
Maria Halsdóttir Weyhe 8 (5)
Marita Mortensen 5
Jana Mittún 3
Durita Toftum 2
Elisabeth Simonsen 2
Christina Arge 1
Lív B. Zachariasen 1

Neistin

Marjun Danberg 8
Fríða á Dunga 5 (1)
Ingun Kristina Persson 4
Sólbjørt Høj 3

Bjargingar: 
H71: Vár H. Thomsen 12, Rúna J Larsen 5
Neistin: Margit Weihe Frimundsdóttir 12

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 20. februar 2021

60 Leygardagur 27. februar 2021

Menninir hjá H71 vunnu eisini steypakappingina annað árið á rað

Tað gjørdist ógvuliga dramatiskt, tá menninir úr Hoyvík í kvøld bastu Neistanum. Longd leiktíð og eitt brotskast skuldi til

Djóni Joensen, her í gjøgnumbroti, avgjørdi finaluna við sínum fjórða brotskasti (Mynd: Jens Kr. Vang)
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

Eins og í kvinnufinaluni beint frammanundan, bendi lítið fyrstu løtuna á, at tað skuldi verða heilt spennandi. Neistin skoraði ikki fyrstu sjey minuttirnar, gjørdu nakrar tekniskar villur, og næstan beint áðrenn hallarurið vísti 10.00 var 5-1.

Teir í bláum fingu tó skjótt álopið at koyra, 5-1 verjan eydnaðist væl, Bence Gödor byrjaði veruliga at fáa fatur á skjúttunum, og bert tíggju minuttir seinni var javnt. Neistin fekk eisini tvey-máls leiðslu, áðrenn H71-maskinan fór í gongd aftur, Jacob Thomsen fekk nakrar bjargingar, og endaspurturin hjá hoyvíkingum var heilt góður. 

Verjurnar stóðu sterkast í myndini fyrsta góða partin av 2. hálvleiki, og serliga var tað H71, ið hevði trupult við at skora - fyrstu 18 minuttirnar fingu teir bert fimm mál. Tá steypavinnararnir spældu seg ígjøgnum - serliga við hjálp av sjey ímóti seks spælinum - stóð ungarski Bence Gödor fyri. Heili 18 bjargingar hevði málverjin í dystinum; fleiri vóru heilt stórar og komu í týðandi løtum.

[object Object]
Gödor - sum so ofta - í stórum stíli

H71 lá til at vinna, men tað var ógvuliga javnt, og tað eydnaðist Neistanum at koma í longda leiktíð. Har byrjaðu hoyvíkingar betri, millum annað dagsins leikari Peter Krogh tók ábyrgd, og tá Karl Martin Olsen fekk eina útvísing - eina av teimum heilt fáu í dystunum - lá tað av álvara til H71.

Tað gjørdist tó spenanndi til allarseinasta sekund. Tað var 25-25, tá H71 fór í álop, og tað endaði við brotskasti, tá 12 sekund vóru eftir. Har var Djóni Gaard Joensen ísakaldur yvir fyri Bence,, og so var H71 steypavinnari annað árið á rað - fyri triðju ferð í fýra ár.

Hoyvíksingar stórfegnaðust, og allir áskoðarar fingu eina sera inntensa og spennandi finalu. 

Sí eisini: 
Myndir: Hoyvikingar vunnu eisini hjá monnunum


Faxe Kondi finalan hjá kvinnum 
Høllin á Hálsi 20. februar
H71 - Neistin  H71 - Neistin 26-25 (22-22 eftir vanliga leiktíð)

Málskjúttar: 
H71
Peter Krogh 7 
Djóni Gaard Joensen 6 (4)
Pætur Thomsen 5
Niklas Højgaard Hanusarson 4
Rói Ellefsen á Skipagøtu 2
Baldur Gillason 1
Hallur Biskopstø 1

Neistin
Rasmus Søby 6 
Dánjal Ragnarsson 4
Pauli Høj 3
Julian Kragesteen 3
Jónsvein Dulavik 3
Hanus Árason 2
Tróndur Kragesteen 2
Karl Martin Olsen 1
Herbjørn Lava 1

Bjargingar:
H71: Jacob Thomsen 9, Ari Dam 8
Neistin: Bence Gödor 18

Útvísingar: 
H71 2, Neistin 2

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 20. februar 2021

61 Leygardagur 27. februar 2021

H71 stóri sigursharrin

18 steypafinalur í hondbólti vórðu leiktar farna vikuskiftið. Hondbóltsfelagið í Hoyvík vann níggju teirra

(Mynd: Álvur Haraldsen / Hondbóltssamband Føroya)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Stóra Faxe Kondi steypafinaluvikuskiftið er farið afturum. Heili 18 finalur blivu leiktar og fingu vit tvær serstakliga spennandi finalur leygardagin, tá kvinnurnar og menninir spældu. Harumframt var eisini eitt serstakt finalutiltak við Eydnudeildini, sum eydnaðist sera væl.

Stóri sigursharrin av finaluvikuskiftinum var aftur H71, sum vann finalurnar hjá bæði kvinnum og monnum, umframt D18, G18, D16, D12, D12B, D10 og G10B. Kyndil vann G14, G14B og D14. Neistin vann G16 og G10. VÍF vann G12 og G10. StÍF vann D14B og G12B. Og hondbóltsfelagið á Argjum, ÍA D10B.

Steypavinnarar 2021:

Kvinnur: H71 – Neistin 22-20
Dagsins leikari: Vár Højgaard Thomsen (H71)

Menn: H71 – Neistin 26-25
Dagsins leikari: Peter Krogh (H71)

G18: H71 - EB 26-21
Dagsins leikari: Lea Lisberg (EB)

D18: H71 - Neistin 32-22
Dagsins leikari: Pauli Høj (Neistin)

G16: Neistin – H71 28-20
Dagsins leikari: Maria Pálsdóttir Nólsoy (Neistin)

D16: H71 – Neistin 29-25
Dagsins leikari: Óli Mittún (H71)

G14: Kyndil - H71 22-17
Dagsins leikari: Gylta á Neystabø (Kyndil)

G14B: Kyndil b - Stjørnan 22-18
Dagsins leikari: Vár Johannesen (Stjørnan)

D14: Kyndil – H71 32-28
Dagsins leikari: Rúnar Hammer (Kyndil)

D14B: StÍF - ÍA 28-26
Dagsins leikari: Heðin Olsen (ÍA)

G12: VÍF – H71 20-15
Dagsins leikari: Amilia Joensen (VÍF)

G12B: StÍF – H71 c 12-10
Dagsins leikari: Ella Christensen (StÍF)

D12: H71 – Team Klaksvík 21-17
Dagsins leikari: Páll Müller (Team Klaksvík)

D12B: H71 b – ÍA a 24-18
Dagsins leikari: Filip Wardum Ragnarsson (H71)

G10: Neistin – VÍF 15-7
Dagsins leikari: Sigrið Hansdóttir (Neistin)

G10B: H71 c - Stjørnan 10-4
Dagsins leikari: Marin Danielsen (H71)

D10: H71 – Team Klaksvík 16-13
Dagsins leikari: Jónas Fossabrúgv (H71)

D10B: ÍA – Team Klaksvík b 20-18
Dagsins leikari: Jónas Sigtórsson (ÍA)

 

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 22. februar 2021

62 Leygardagur 27. februar 2021

Hondbóltur: Tveir ungir leikarar úttiknir til landsliðið

Bara fýra av teimum 17, sum eru úttiknir til landsliðið til dystirnar móti Ukraina og Kekkia í mars, spæla í Føroyum

Elias á Skipagøtu er útttikin til A-landsliðið á fyrsta sinni (Savnsmynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Venjararnir hjá A-landsliðnum hjá monnum, Sonni Larsen og Dia Midjord, hava úttikið 17 leikarar til dystirnar móti Ukraina og Kekkia, sum ætlandi verða 10., 12. og 14. mars.

Talan er um eina tætta leikskrá, nú føroyska liðið hevur tveir útsettar dystir móti Kekkia hangandi. Føroyska liðið skal fyrst spæla á útivølli í Kiev móti Ukraina mikudagin 10. mars. Síðani ferðast liðið til Føroyar, har liðið skal spæla útsetta heimadystin móti Kekkia fríggjadagin tann 12. mars og sunnudagin 14. mars spæla okkara heimadystin móti Ukraina. Heimadystirnir verða í Høllini á Hálsi.

Tveir nýggir leikarar eru millum teir 17, sum eru úttiknir. Talan er um ungu Hákun West av Teigum, sum dagliga spælir í Skanderborg Håndbold í bestu donsku deildini og Elias Ellefsen á Skipagøtu, sum spælir í IK Sävehof í bestu svensku deildini.

Hesir eru teir 17 úttiknu til dystirnar móti Ukraina:

Nicholas Satchwell, KA Akureyri
Tórður Skorheim Guttesen, Kyndil
Rói Berg Hansen, HØJ
Sjúrður Olsen, VÍF
Brandur Halgirson, Ajax København
Jónas Gunnarson Djurhuus, Viking Stavanger
Filip Jojic, VÍF
Peter Krogh, H71
Teis Horn Rasmussen, TM Tønder
Kjartan Johansen, Viking Stavanger
Vilhelm Poulsen, Fram
Allan Norðberg, KA Akureyri
Hákun West av Teigum, Skanderborg Håndbold
Helgi Hildarson Hoydal, Viking Stavanger
Rókur Akralíð, HEI Skæring
Rógvi Dal Christansen, Fram
Elias Ellefsen á Skipagøtu, IK Sävehof

Bert 16 mans kunnu vera við til hvønn dyst og kemur ein maður tískil at sita yvir hvønn dyst. Ætlandi situr Elias Ellefsen á Skipagøtu yvir útidystin móti Ukraina, Sjúrður Olsen heimadystin móti Kekkia og Teis Horn Rasmussen heimdystin móti Ukraina.

Seinastu tríggir EM-undandystirnir verða ætlandi leiktir í viku 17, mánaðarskiftið apríl/mai. Tá spæla okkara úti móti Kekkia og heima og úti móti Russlandi.

 

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 23. februar 2021

63 Leygardagur 27. februar 2021

Jóhan á Plógv Hansen á veg víðari

Danskir miðlar skriva, at føroyingurin á danska landsliðnum verður settur í samband við týska stórfelagið Flensburg-Handewitt

Johan á Plógv Hansen (Mynd: EPA)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Jóhan á Plógv Hansen, sum í løtuni spælir í Hannover-Burgdorf verður nú settur í samband við týskt stórfelag.

Sambært TV2 Sport, verður hann partur av hópinum hjá Flensburg-Handewitt um ikki so langa tíð.

26 ára gamli havnardrongurin hevur sáttmála við Hannover-Burgdorf til á sumri 2022, og tá skiftir hann eftir øllum at døma til eitt av oddaliðunum í týskum hondbólti.

Liðfelagin á danska landsliðnum, Lasse Svan, situr í løtuni á postinum sum høgri vongur í Flensburg-Handewitt, men sáttmálin hjá Svan gongur út næsta summar, skrivar tv2.dk

Tað hevur gingið væl hjá Jóhan á Plógv Hansen seinastu árini. Hann hevur vunnið sær lutfallsliga trygt pláss á danska landsliðnum, og hevur verið við til at vinna heimsmeistaraheitið í 2019 og 2021.

 

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 23. februar 2021

64 Leygardagur 27. februar 2021

Tórur danmarksmeistari við føroyskum meti í trístøkk

Legði 36 sentimetrar aftur at sínum egna føroyska meti, hóast hann var 20 sentimetrar frá plankanum í atrenningini

(Savnsmynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

Føroyski atleturin Tórur Mortensen vann farna vikuskiftið innandura-danmarksmeistaraheitið í trístøkk við føroyskum meti.

Úrslitið kom ikki óvæntað, tí Tórur Mortensen hevur vunnið allar tríggjar kappingarnar innandura, sum hann hevur luttikið í ár. Hann var tí favorittur at ogna sær gullið, skrivar heimasíðan hjá ítróttafelagnum Hvirluni.

Longu í fyrsta lopinum bøtti Tórur enn einaferð um føroyska met sítt. Lopið var 15,01 metrar – tveir sentimetrar longri enn metið, hann setti fyri 14 døgum síðani.

Næstu trý lopini eydnaðust ikki so væl hjá Tóri, tí atrenningin miseydnaðist. Hann lá tó framvegis fremst, tá hann gjørdi seg tila t royna fimtu ferð.

Hesi Ziska nágreinar soleiðis hetta lopið – lopini, rættari sagt, tí talan er um trýstøkk – á heimasíðuni hjá Hvirluni:

“Ferðin í atrenningin var á góðari leið, men hann var í so lágur tá hann kom inn á plankan, og tí var hann noyddur til at geva ov nógv eftir, og harvið fekk hann ikki neyðugu kraftina í avsettið. Hann var tó tolin á plankanum og fekk tí ferðina við sær inn í næsta avsett umframt at hann fekk slyngu-effektina á avsett beini, sum harvið kom skjótt fram til at seta av til næsta lopið. Næsta lopið sat væl og somuleiðis tað síðsta. Hóast Tórur ikki kom inn á plankan í fyrsta lopinum, og harvið leyp minst 20 sentimetrar frá har lopið bleiv mátað, so gjørdist longdin 15,37 metrar. Harvið legði hann 36 sentimetrar afturat føroyska metinum.”

[object Object]
(Mynd: Hvirlan)

Sætta í síðsta lopið hjá Tóri miseydnaðist, men teir 15,37 metrarnir, hann leyp í fimta umfari, var næstan ein heilan metur longri enn besta lopið hjá tí, ið gjørdist nummar tvey. Tórur vann sostatt ein tryggan sigur og gjørdist sostatt danskur meistari fyri aðru fer.

Øll norðurlond hava nú havt síni meistaraheitir unnandura, og staðfestast kann nú, at Tórur liggur á sjeynda plássi á norðurlendska avrikslistanum. Framman fyri hann eru fýra sviar og tveir finnar.

Tá James Brendan Connoly úr USA vann OL-gull í trístøkk í fyrstu olympisku leikunum í 1896, leyp hann 13,71 metrar.

Onglendingurin Jonathan Edwards hevur heimsmetið í trístøkk – tað varð sett uttandura. Tað hendi 7. august 1995, tá hann leyp 18,29. Hann var tann fyrsti, ið leyp yvir 18 metrar, og bert 20 minuttir seinni setti hann metið, ið er galdandi tann dag í dag. 18,29 metrar er ein stórur markasteinur, tí tað svarar til júst 60 fót/føtur. (Kelda: wikipedia) 

 

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 22. februar 2021

65 Leygardagur 27. februar 2021

HB og NSÍ spæla stórsteypadyst í morgin

Menninir hjá HB og NSÍ spæla nú sunnudagin. Kvinnurnar hjá KÍ og NSÍ spæla 13. mars

HB, sum vann greipuna, spælir móti NSÍ, sum vann silvur í FM-kappingini í fjør (Savnsmynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Í morgin, sunnudagin 28. februar, og aftur leygardagin 13. mars verður Tórsvøllur karmur um ársins stórsteypadystir í fótbólti hjá ávikavist monnum og kvinnum. Hesir dystir, ið útvega pening til gott endamál, eru samstundis almenna byrjanin til kappingarárið 2021.

KÍ og HB vunnu greipuna hjá ávikavist kvinnum og monnum, og HB-menninir skulu nú spæla ímóti NSÍ, sum var næstbesta liðið í landskappingini, og KÍ-kvinnurnar skulu eisini spæla ímóti NSÍ, sum var næstbest í bæði lands- og steypakappingini.

Stórsteypadystirnir verða skipaðir í samstarvi millum Fótbóltssamband Føroya og Lions Club í Føroyum, men verða ikki spældir sama dag.

Stórsteypadysturin hjá monnum verður nú sunnudagin 28. februar klokkan 16 millum HB og NSÍ, og tann hjá kvinnum nakað seinni, leygardagin 13. mars klokkan 17 millum KÍ og NSÍ.

Umframt at vera startskotið á nýggja kappingarárinum, hava dystirnir báðir eisini til endamáls at savna inn pening til vælgerðarendamál.

Eins og til stórsteypadystirnar hjá hondbóltinum, verður peningur savnaður inn til verkætlanina “Øll hava rætt til góð barnaár”, sum Blái Krossur Føroya skipar fyri. Tá ið hesir dystirnir eru spældir, verður samlaða upphæddin frá øllum fýra dystunum handað Bláa Krossi.

Serligu koronutilmælini gera, at neyvan fer at bera til at fylla Tórsvøll við áskoðarum hesar báðar dystirnar, men fyri tað um pláss kanska ikki verður fyri øllum har, so verða stórsteypadystirnir sjónvarpaðir á Rás 1 og kunnu tí eisini síggjast har.

Hinvegin gevur hetta aðrar og kanska enn betri møguleikar fyri at fáa pening inn til “Øll hava rætt til góð barnaár”, tí á skíggjanum kemur kontonummar at kunna síggjast undir dystinum, so fólk kunnu sita heima í stovuni, síggja dystin og samstundis stuðla einum góðum endamáli.

 

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 23. februar 2021

66 Leygardagur 27. februar 2021

Tvey ár á Svangaskarði

Tað verður ikki í bræði at kollfirðingar fáa sín málmann aftur. Hondbóltsmálverjin, Joakim Jürs, verður næstu tvey árini fótbóltsmálverji

Joakim Jürs (Mynd: B68)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Tann dagin, tá KÍF skuldi á vitjan hjá Neistanum í seinnu hálvfinaluni í Faxe Kondi-kappingini, kom fram, at málverjin hjá kollfirðingum seinastu árini, Joakim Jürs, ikki fór at vera við.

Danin hevði skift ítróttagrein, og skuldi spæla sum málverji hjá B68. Og í vikuni varð sáttmáli undirskrivaður.

Joakim Jürs varð partur av fyrstudeildarhópinum hjá B68 í 2020, men bara‚ tá steðgur var í hondbóltinum.

[object Object](Savnsmynd: Sverri Egholm)

24 ára gamli Joakim Jürs hevur undirskrivað tvey ára sáttmála við toftamenn, sum í ár skulu royna seg í Betri deildini.

 

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 23. februar 2021

67 Leygardagur 27. februar 2021

B36 styrkir seg við donskum áleypara

Árstalsfelagið leigar Tobias Christensen úr Vendsyssel

 
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Tobias Christensen er nýggjur maður í hópinum hjá B36. Hann hevur sáttmála við Vendsyssel í næstbestu donsku deildini, men verður leigaður út til teir hvítu í Gundadali.

26 ára gamli danin verður lýstur sum ein kvikur spælari, ið kann røkja flestu framrættaðu pláss á vøllinum. Bæði mitt fyri og í borðunum. Hann hevur góðan bóltførleika og dugir eisini væl at finna viðspælarar sínar, og vit gleða okkum avgjørt til at síggja hann á vøllinum, skrivar B36 um nýggja mannin.

Bólturin í Betri deildini hjá monnum rullar aftur 6. mars.

Leygardagin 6. mars
EB/Streymur - ÍF

Sunnudagin 7. mars
07 Vestur - B36
B68 - KÍ
HB - NSÍ
Víkingur - TB

 

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 24. februar 2021

68 Leygardagur 27. februar 2021

Rúni Herup nýggjur starvsnevndarlimur í FSF

Rúni Herup Olsen úr Havn er nýggjur starvsnevndarlimur í Fótbóltssambandi Føroya. Hetta gjørdist greitt á aðalfundinum, sum varð hildin á Hotel Hilton leygardagin

 
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Leygardagin 20. februar var árligi aðalfundurin hjá Fótbóltssambandi Føroya hildin á Hotel Hilton í Havn.

Fundurin byrjaði við at FSF-forsetin, Christian F. Andreasen bjóðaði vælkomin, og eftir at hann hevði sagt nøkur orð um Finn Thomsen av Tvøroyri, sum andaðist í november mánað í fjør, reistist fundarfólkið og mintist Finn Thomsen við tøgn í ein minutt.

Vanliga eru umboð fyri UEFA og FIFA hjástødd til aðalfundirnar hjá FSF, men vegna korona bar hetta ikki til í ár. Í staðin fylgdu tey við umvegis stroyming, og harafturat høvdu bæði forsetin fyri UEFA, Aleksander Ceferin, og forsetin fyri FIFA, Gianni Infantino sent hvør sína videoheilsan til fundin.

Síðan bleiv roknskapurin fyri farna árið lagdur fram og góðkendur. Úrslitið var eitt avlop upp á góðar 200.000 krónur. Á aðalfundinum leygardagin varð nýggja Menningarætlanin hjá Fótbóltssambandi Føroya fyri næstu fimm árini løgd alment fram, og bleiv eisini góðtikin av øllum 18 limafeløgunum.

Seinast á skránni var val av limum til starvsnevndina hjá FSF. Róin Schrøter, Fríðin Ziskason og Oddmar Selfoss stóðu fyri vali, og allir tóku við afturvali. Harafturat vóru Rúni Herup Olsen og Kenneth Hovgaard eisini uppstillaðir.

Endin varð at Róin Schrøter fekk flestar atkvøður, og honum á baki kom Fríðin Ziskason. Triðflestar atvøður fekk Rúni Herup Olsen, ið sostatt er nýggjur limur í starvsnevndini hjá Fótbóltssambandi Føroya.

Tveir nýggir eykalimir til nevndina skuldu eisini veljast, og har vórðu Oddmar Selfoss og Kenneth Hovgaard stillaðir upp. Úrslitið av tí atkvøðugreiðsluni varð, at Oddmar Selfoss gjørdist 1. varalimur, meðan Kenneth Hovgaard er 2. varalimur.

Forsetaval skuldi eisini verða, men undan fundinum var greitt, at einasta valevnið var sitandi forsetin, Christian Andreasen. Hann heldur tískil fram í sessinum fýra ár afturat.

[object Object]Starvsnevndin í Fótbóltssambandinum. Aftast frá vinstru Jógvan Páll Joensen, Christian F. Andreasen, Róin Schrøter og Kristmund Johannessen. Fremst frá vinstru Fríðin Ziskason, Fróði Danielsen, Anja Rein og Rúni Herup Olsen

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 21. februar 2021

69 Leygardagur 27. februar 2021

Talv: Nýggi stórmeistarin gjørdi bart

Við nýggja moldovska stórmeistaranum, Vladimir Hamitevici, sum oddamanni eydnaðist Klaksvíkar Talvfelag sunnudagin at steðga sigursgonguni hjá vágamonnum í landskappingini í talvi. Dysturin á Giljanesi í áttanda umfari millum Sandavág og Klaksvík endaði javnur 2-2

 
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Vladimir Hamitevici var ógvuliga sannførandi á 1. borði, og vann leikandi lætt á Rógva Egilstoft Nielsen. Vladimir rør út við Norðsøka, men teir lógu inni fyri veður í gjár.

Ernaður av góða styrkinum á liðnum gjørdi Ólavur Simonsen á øðrum borði stórmeistaranum bragdið eftir og koppaði føroyameistarnum Høgna Egilstoft Nielsen. Tað er rárasta hending, at báðir Egilstoft-brøðurnir tapa í sama dysti. Sandavágsmenn svaraðu kortini aftur á aftaru borðunum. Har vunnu Silas Eyðsteinsson og Torkil Nielsen á ávikavist Rana Nolsøe og Terja Petersen.

[object Object]
Vladimir Hamitevici spældi Rógva Egilstoft Nielsen niður

Hanus útinti sensasjónina
Javnleikurin í Vágum gav FM-liðnum hjá Havnar Telvingarfelag eitt gylt høvi at fáa veruligan spenning í aftur oddastríðið, men teir tóku ikki rættiliga av.

Gaman í vunnu teir 3-1 á kollfirðingum, men her var mann móti manni so stórur munur á øllum borðum, at einki uttan 4-0 var nøktandi, nú endaspurturin nærkast.

Tað kom tí havnarmonnum dátt við, at Olaf Berg mátti dvína fyri Hanus Joensen á øðrum borði. Hanus var í síni tíð ein av bestu telvarum í Føroyum - føroyameistari í 1977 - men veteranurin er rímiligt dragnaður afturúr tey seinnu árini, og er útivið 500 ratingstig aftari enn mótstøðumaður hansara í gjár.

Talan er tí næstan um eina sensasjón. Men veruleikin er, at Hanus telvaði væl - eins væl, og tá hann í 70unum var í fremstu røð - og vann at síggja til ein sannførandi sigur.

[object Object]
Hanus Joensen tók øll á bóli við flottum sigri á Olaf Berg

Hinir á havnarliðnum gjørdu sína skyldu. Helgi Dam Ziska vísti stórmeistarstyrki á 1. borði og vant úr Kára Petersen - eisini gamal OL-telvari eins og Hanus - og á aftaru borðunum vunnu Luitjen Akselsson Apol og Sjúrður Thorsteinsson á Eivind Jacobsen og Rógva Mørkøre.

Triði dysturin í 1. deild stóð millum B-liðini hjá Klaksvík og Havnini. Havnarmenn vunnu tepran sigur. Rógvi Mortensen og Margar Berg vunnu á Steintór Rasmussen og Haldur Suna Johansen, Ingolf Gaard vann á Suna Merkistein, og talvið millum Rana Baldursson og Herluf Hansen endaði javnt.

Í tráa andglettinum uttan fyri Skákið á Akursmørk eftir dystin tosaðu teir tríggir elstu sínamillum um, hvørt tað mundi vera tilvild ella ei, at allir, ið taptu, vóru í + 50 aldursflokkinum. Men tá høvdu teir ikki frætt, at 70 ára gamli Hanus Joensen í sínum fyrsta sigri í vetur hevði prógvað, at enn eru knotur í føroyskum kongum.


1. deild (8. umfar)
Sandavágur - Klaksvík 2 - 2
Kollafjørður - Havnin 1 - 3
Klaksvík B - Havnin B. 1½ - 2½

Støðan í 1. deild
1. Sandavágur 22½
2. Havnin 20½
3. Klaksvík 17½
4. Klaksvík B 13
5. Havnin B 12
6. Kollafjørður 10


Vestmanna uppfluttir
Hóast tvey umfør eru eftir í kappingini, er longu greitt, at Vestmanna Talvfelag hevur vunnið 2. deild og vissað sær sætið í 1. deild komandi kappingarár.

Eftir dystirnar í áttanda umfari, eru vestmenningar heili átta stig undan fremsta kappingarneytanum. Teoretiskt kunnu kollfirðingar fáa vestmenningar aftur, men so skulu vestmenningar einki stig fáa aftrat, og kollfirðingar vinna báðar dystirnar 4-0, sum eftir eru. Øll vita, at tað fer ikki at henda.

Vestmenningar vunnu knúsandi 3½-½ útisigur á næstbesta liðnum hjá Sandavágs Talvfelag. Á vestmannaliðnum telvaðu Samson Højgaard, Jákup á Rógvi Andreasen, John Jacobsen og Alfred Olsen.


Endaspurturin
Tvey umfør eru nú eftir í landskappingini í talvi. Sunnudagin 28. februar, eru dystirnir í níggjunda umfari fyri. Og leygardagin 13. mars verða seinastu leikirnir fluttir.

1. deild - 9. umf. (28. februar)
Klaksvík B - Sandavágur
Havnin - Klaksvík
Havnin B - Kollafjørður

1. deild - 10. umf. (13. mars)
Sandavágur - Havnin
Klaksvík - Havnin B
Kollafjørður-Klaksvík B

 

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 22. februar 2021

70 Leygardagur 27. februar 2021

Annað HM-heitið til Saritu Hansen hesa vikuna

Vann 2.000 metra kappingina fáar metrar framman fyri einum rógvari úr Algeria

(Savnsmynd: Jens Kr. Vang)
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

Føroyska Sarita Kristina Hansen gjørdist mikudagin heimsmeistari í 2000 metra inniróðri fyri kvinnur, lættvekt 30 til 39 ár.

Sostatt hevur dugnaligi rógvarin tryggjað sær tvey heimsmeistaraheiti higartil í hesi vikuni, tí fyrr í vikuni vann hon eisini HM í 500 metra teininum.

Sarita setti persónligt met við at rógva teir 2.000 metrarnar í tíðini 7 minuttir og 23,0 sekund.

Hon var einar 3-4 metrar frammanfyri eini kvinnu úr Algeria, sum brúkti bert 0,6 sekund meira á teininum.

[object Object]

HM í inniróðri verður í ár hildið í tryggari frástøðu. Kappingin fer fram umvegis netið, og rógvararnir eru staddir í hvørjum landi sær. Føroysku rógvararnir eru savnaðir í einum hølum í Havn, sum fyrr hevur verið venjingarmiðstøð.

 

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 25. februar 2021

71 Leygardagur 27. februar 2021

- Innisúkkling verður ein vaksandi ítróttagrein í Føroyum

Sersambandið fyri Súkkling og Triathlon arbeiðir við at skipa kappingar í innisúkkling, eSúkkling. Torkil Veyhe súkklar í slíkari kapping í kvøld, men ikki undir Merkinum

 
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

Innisúkkling er óiva ein ítróttagrein, har føroyingar kundu gjørt seg galdandi í altjóða høpi. Og so er tað eisini ein góður háttur at halda súkklivenjingina við líka, ta tíðina á árinum, tá veðrið ikki er so gott til súkkling heima í Føoyum.

Tað heldur Helgi Winther Olsen frá Serambandinum fyri Súkkling og Thriathlon undir ÍSF, sum er farin undir fyrireikingarnar at gera eina føroyska kapping, har súkklað verður innandura gjøgnum eina telduskipan.

Hann ivast ikki í, at hetta er ein møguleiki fyri at fáa teir nógvu súkklararnar, sum eru í Føroyum við í ítróttagreinina í staðin fyri bara at súkkla fyri seg sjálvar.

Innisúkkling, eisini kallað eSúkkling er ikki so nógv øðrvísi enn innirógving, har føroyingar hava fingið góð úrslit. Og tað er heldur ongin loyna, at føroyskir súkklarar hava funnið íblástur frá føroysku rógvarunum og teirra góðu úrslitum.

Tá súkklarnir tosa um innisúkkling, so er tað, tá talan er um at súkkla – við vanligari súkklu – á eini skipan, sum er knýtt í eina teldu.

Og sokallað eSúkkling ella ‘Cycling Esports’ er ein alsamt vaksandi ítróttagrein á altjóða støði, har skipað verður fyri stórum altjóða kappingum.

[object Object]
Helgi Winther Olsen (Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

Føroyska kapping
Í næstum fer Sersambandið fyri Súkkling og Triathlon, SST, av álvara undir at skipa fyri kappingum í innisúkling við tí endamáli at kunna vera við til altjóða kappingar í framtíðini.

Tað upplýsir Helgi Winther Olsen, nevndarlimur í SST, sum hevur tikið stig til hetta arbeiðið.

- Hesin formurin fyri súkkling er sera áhugaverdur. Tað krevur rástyrki og kanska ikki so nógvan súkkluteknikk. Men skipanin er so mikið væl ment eftirhondini, at møguligt at at súkkla á teinum við brekkum, eins og var tað veruligt.

Tað er heldur ikki óvanligt, at rógvarar til dømis fáa góð úrslit í hesum kappingum, tí tað snýr seg líka so nógv um styrki, sum at duga væl at súkkla.

Avbjóðingin er, at um ein súkklari skal vera við í eini altjóða tykisligari kapping heimanífrá, so krevur hetta eitt sindur meira av útgerð, enn ta einfaldu útgerðina, sum kanska fleiri súkklarar hava gjørt íløgur í fyri at kunna venja heima í stovuni ella úti í gongini.

Torkil Veyhe kappast í kvøld
Ein føroyskur súkklari, sum hevur slíka útgerð er Torkil Veyhe, sum til í fjør súkklaði á professionellum støði í toppinum av danskari súkkling. Hann er nú givin sum professionellur fyri at hugsavna seg um arbeiði sítt sum verkfrøðingur.

Men hann súkklar framvegis, og í vikuni var hann við í eini altjóða kapping, kallað Scandinavian Cup 2021. Talan er um fyrsta umfar í hesi kappingini.

Pallurin har slíkar kappingar fara fram, kallast Zwift. Fleiri upplýsingar up kappingina, sum Torkil Veyhe luttekur í, sæst her

[object Object]
Torkil Veyhe (Savnsmynd)

Stríðast fyri Merkinum
Ein trupulleiki og avbjóðing er tó, at Torkil Veyhe og aðrir føroyskir súkklarar, sum ætla at vera við í slíkum kappingum, ikki kunnu luttaka sum føroyingar undir Merkinum.

- Vit eru í samráðingum við fyrireikararnar av hesum kappingum fyri at fáa merkið við millum alheims fløgg. Tað undarliga við skipanini í løtuni er, at ein kann velja Føroyar sum upprunaland, men ikki Merkið sum flagg afturat navninum á luttakaranum, greiðir Helgi Winther Olsen frá.

Hann roknar tó við, at hetta kann koma upp á pláss seinni í ár.

Sersambandið fyri Súkling og Triathlon undir ÍSF hevur ikki altjóða viðurkenning, men hetta er eitt mál, sum sersambandið støðugt arbeiðir fyri.

 

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 24. februar 2021

72 Leygardagur 27. februar 2021

Fyrsti tunnilin í Føroyum verður 100 ár í ár

Hann varð gjørdur til elverkið í Botni í 1921, og leiðir vatn úr Mittvatni oman í Ryskivatn

Portalurin (Mynd: Pól Sundskarð)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Tað verður nógv tosað um tunlar, men fyrsti tunnilin, sum var boraður ígjøgnum í Føroyum varð gjørdur fyri 100 árum síðani.

Hendan smogan er ikki stór, men leiðir vatn úr Mittvatni og oman í Ryskivatn.

Arbeiðið var gjørt frá 1919 til 1921, og tunnilin er 190 metrar langur.

[object Object]
Oman fyri Botn, Vági, síggjast Ryskivatn, Mittvatn og Vatnið í Tindalíð og oman fyri tey Borgarknappur (vm.) og Hvannafelli (hm.). Vm. Borgarknapp hómast longri burturi Nakkurin í Froðba og Laðanfelli. Millum Borgarknapp og Hvannafelli síggjast í bakgrundini Ennið, Kolheyggjurin og Hovstúgvan. Fremst í myndini er elverkið í Botni. Reyður rundingurin vísur har tunnilin er (Myndina er lánt frá Faroephoto.com)

 

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 24. februar 2021

73 Leygardagur 27. februar 2021

Satsaði alt og vann alt

Súsanna Niclasen úr Hvalba vann sær og manninum 550.000 krónur í Gekkinum fríggjakvøldið

(Skíggjamynd: Kvf.fo)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Tað er sjáldan tað hendir, men tað kemur fyri at tey, sum ringja inn í Gekkin við fullari plátu, leggja alla upphæddina í ein leyp heldur enn at deila hann í trý.

Men Súsanna Niclasen úr Hvalba, sum ringdi inn fyri mannin við fullari plátu fríggjakvøldið, valdi at leggja allar 550.000 krónurnar í bláa leypin.

Og rætt gjørdi hon. Í báðum fyrstu royndunum lendi hon á 10.000 krónum og 12.500 krónum, men í triðja snarinum eydnaðist.

Súsanna Niclasen lendi á bláa leypinum og vann 550.000 krónur, og tey gjørdust øll ovfarin.

- Eg veit ikki hvat eg skal siga. Eg kann bara siga túsund, túsund takk, segði ein takksom Súsanna Niclasen. Hetta var ikki so galið, legði hon afturat.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 26. februar 2021

74 Leygardagur 27. februar 2021

Myndir: Norðlýsið flotað

Hósdagin varð seglskipið Norðlýsið flotað eftir at hava staðið á landi í næstan 400 dagar

(Mynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Arbeiðið at umvæla Norðlýsið er nú komið so mikið langt, at í dag var klárt at flota seglskipið. Norðlýsið hevur staðið í stóru høllini hjá Mest og hevur fingið eina veruliga yvirháling.

Nýggjur motorur, ein Volvo Penta er settur í skipið, aksil og skrúva er komin í og frammi í stevninum er eisini komin ein sterk bógskrúva, sum fer at gera tað munandi lættari at mannirera skipið.

Tað er ungi skipstimbrarin Guðmundur Sjúrðarson Norðbúð, sum hegnisliga hevur staðið fyri umfatandi timburarbeiðinum saman við góðum hjálparfólki.

Nú fara Nicolai Falck og aðrir undir sín part av arbeiðinum, sum er at gera skipið liðugt innan.

Les eisini: Skal vera eitt upplivingartilboð fyri bæði ferðafólk og føroyingar

Myndirnar herundir hevur Sverri Egholm tikið

[object Object]

[object Object]

[object Object]

[object Object]

[object Object]

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 25. februar 2021