Leygardagur 27. mars 2021 | Nr. 13 | Árgangur 2 | Kr. 0,00
SíÐa 10
SíÐa 20
SíÐa 32
SíÐa 76
SíÐa 56
SíÐa 57
Blaðið Vikuskifti kemur í nýggjari útgáva hvønn leygarmorgun kl. 7
Í kvøld fer tjóðin at savnast framman fyri sjónvarpsskíggjarnar fyri at fylgja við stóra tiltakinum, sum Krabbameinsfelagið saman við Kringvarpinum og Norðurlandahúsinum skipar fyri til tess at savna pengar inn til virksemið hjá Krabbameinsfelagnum.
Hartil eru eisini fleiri av okkara fremstu tónleikarum og listafólkum, sum ósjálvsøkið gera sítt stóra íkast til tess at savna fólk til tiltakið í teirri vón, at so nógvir pengar sum gjørligt kunnu savnast saman.
Føroyar móti Krabba er eitt tiltak, ið eigur at stuðlast, og vónandi verða tað eisini nógv, sum taka undir við áheitanini um at lata burturav til hetta góða og neyðuga endamálið.
Tá tað er sagt, so kann ein eisini undrast yvir at tað skal vera neyðugt við slíkum tiltaki.
Tað at fáa bilbukt við krabbasjúkuni er ein so stór og týðandi samfelagslig uppgáva, at hon ikki átti at ligið í hondunum á einum felagsskapi av sjálvbodnum.
Vit vita væl, at tað er ikki bara hesin felagsskapurin, ið tekur sítt tørn í stríðnum, tað gera heilsumyndugleikar eisini, men hetta er sagt tí at tað er ein óvurderligur innsatsur, sum verður gjørdur av sjálvbodnum í stríðnum, bæði at stuðla granskingini, men sanniliga eisini at ráðgeva og stuðla teimum, ið eru rakt av sjúkuni. Slíkt kann ikki gerast upp í krónum og oyrum – men kortini kostar tað, og tí er tað av týdningi at stuðla.
Bert spell, at neyðugt er at pakka hetta inn í ein glitraðan gávupakka, har neyðugt er at gera eina fest burturúr fyri at fáa neyðugu pengarnar inn.
Kendi miðlamaðurin, Øssur Winthereig, ið sjálvur stríðist við sjúkuni í hesum tíðum, hevur lýst støðuna so væl í almennari viðmerking. Hann vísir á hvussu persónar varða og hava verið drignir fram í showið fyri at vísa vinnararnar av stríðnum. Hví skal krabbameinssjúkan berast fram sum vinnarar og taparar? Tað er ikki rímiligt. Summi lekjast tíbetur, og tíbetur gerast tey alsamt fleiri, men tey, sum ikki lekjast, nýtast fyri tað ikki at verða sædd sum taparar.
Framherji er í holt við fyrsta nýbygningin hjá felagnum. Skrokkurin verður smíðaður í Rumenia, og í november ella desember, verður skipið sleipað til Noregs, har tað skal gerast liðugt
Hjúnini Anfinn Olsen og Elisabeth Eldevig í Fuglafirði, eiga felagið Framherja í Fuglafirði, sum er í fer við sín fyrsta nýbygning.
- Arbeiðið gongur gott, og sum nú er, eru vit umleið 14 dagar framman fyri tíðarætlanina, so tað má sigast at ganga gott, sigur Anfinn Olsen, tá vit fregnast um nýbygningin.
Skrokkurin til nýggja verksmiðjuskipið verður gjørdur í Rumenia, og skal eftir ætlan sleipast til Noregs í november ella desember í ár. Síðani skal skipið gerast liðugt í Brattvåg í Noregi.
Talan verður um ein stóran og framkomnan trolara, sum er eitt sonevnt hybrid skip, og tí er sera umhvørvisvinarligt.
Fyrsti nýbygningurin hjá Framherja
Hetta er fyrsti nýbygningurin hjá hjúnunum í Fuglafirði, sum hava verið í fiskivinnuni í nógv ár.
Frysta skipið varð keypt á uppboðsølu í november í 1994, og var tað trolarin Beinir, sum varð bygdur á Skála Skipasmiðju, og sum upprunaliga fekk navnið Skálafjall. Eftir at hjúnini yvirtóku skipið, skifti tað navn til Akraberg.
Seinni er virksemið økt munandi, og í dag eigur Framherji seks skip, sum fiska botnfisk og uppsjóvarfisk í nær- og fjarumhvørvinum.
Skipini hjá Framherja eru Akraberg, sum fiskar botnfisk í Barentshavinum, og hevur rækjukvotu. Uppsjóvarskipini Fagraberg og Høgaberg, sum fiska uppsjóvarfisk í føroyskum, ES, norskum, íslendskum og altjóða sjógvi. Talan er um fiskasløgini makrel, lodnu, sild og svartkjaft.
Eisini eigur Framherji línuskipini Jógvan I, Stapan og Skørina, har tvey tey fyrstu eru frystilínuskip, meðan Skørin er eitt ísfiskalínuskip. Hesi skipini fiska undir Føroyum, Íslandi, Grønlandi og á Flemmish Cap.
Størsta skipið av hesum sniðnum
Nú Framherji hevur valt at gera eina íløgu á 360 milliónir krónur í eitt nýtt skip, valdi reiðaríið eina skipasmiðju í Noregi, sum eisini eisini hevur teknað skipið í tøttum samstarvi við reiðaríið.
Nýggi Akraberg verður ein 84 metrar langur, og 16,8 metrar breiður verksmiðjutrolari, sum skal rundfrysta veiðuna umborð, og taka slógv. Hetta soleiðis, at alt kemur við til lands, og einki verður tveitt út aftur á sjógv.
Nýggi Akraberg fer at lasta 940 tons á plattum og kann taka 550 tons av súrløgu við til lands. Hetta er munandi meira enn hvat núverandi Akraberg kann. Talan verður um størsta skipið av hesari seriuni, sum skipasmiðjan Vard hevur bygt. Akraberg verður 3,6 metrar longri enn vanligi trolarin í hesari seriuni.
Korona ávirkar ikki arbeiðið, men darvar eftirlitinum
Seinasta góða árið hevur korona herjað um allan heimin, og sum so nógv annað, hevur hetta hevur darvað eftirlitinum við byggingini.
- Korona hevur ikki darvað sjálvum arbeiðnum, men tað hevur gjørt tað torførari hjá okkum at fylgt við arbeiðnum, og tí hava vit sett tvey fólk í starv, sum skulu fylgja við gongdini fyri okkum. Talan er um ein norðmann og ein rumena, sum hava eftirlit við arbeiðnum í Rumenia, sigur Anfinn Olsen, sum letur sera væl at arbeiðnum í sambandi við skrokkin.
Tá ið skrokkurin er sleipaður til Noregs seinni í ár, skal skipið gerast liðugt hjá skipasmiðjuni Vard í Brattvåg, og skal eftir ætlan handast Framherja á sumri 2022.
Skal fiska botnfisk og rækjur
Nýggi Akraberg skal eins og núverandi Akraberg fiska botnfisk í Barentshavinum, og rækjur. Størsti munurin á hesum skipinum, og núverandi Akraberg er, at nýggi Akraberg kann fiska við trimum trolum í mun til tvey, sum núverandi Akraberg ger, og sum er sera hent til rækjufiskiskapin.
Nýggi Akraberg fer eisini at hava ein tanga umborð, har livandi fiskur kann svimja. Hetta er sera gott, um skipið ger stór hál. Vanliga kann fiskurin strongjast, men um hann sleppur at svimja í tanganum, so verður strongdin ikki so stór, og vit vænta at fáa betri góðsku, og tí eisini betri prís, sigur reiðarin.
Rækjurnar skulu eisini virðisøkjast, og tað verður kókari umborð, sum skal kóka størstu rækjurnar, og við hesum verður rækjuveiðan virðisøkt munandi, sigur Anfinn Olsen, reiðari.
Anfinn Olsen (Mynd: Finnur Justinussen / Leit)
Ein av fýra nýbygningum, sum koma í 2022
Tað er ikki einans Framherji í Fuglafirði, sum hevur gjørt íløgur í eitt nýtt og framkomið skip.
Trý onnur reiðarí í Føroyum, hava eisini gjørt stórar íløgur í nýbygningar. Talan er um reiðaríið hjá Mortan Johannesen í Havn, sum er í fer við at lata smíða ein stóran og framkommnan rækjutrolara, sum eisini kann fiska botnfisk í Barentshavinum, og JFK í Klaksvík, sum eisini byggir ein trolara til fiskiskapin í Barentshavinum.
Hesir báðir trolararnir eru teknaðir av Skipsteknisk í Noregi, og skulu byggjast í Turkalandi.
Fjóri nýbygningurin er uppsjóvarskipið Christian í Grótinum, sum familjan Rasmussen í Klaksvík letur byggja í Skagen. Hesin verður eftir ætlan handaður felagnum í januar í 2022, og verður tí tann fyrsti, meðan teir tríggir trolararnir koma um somu tíð á sumrið sama ár.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 27. mars 2021
Tá nýggi Akraberg kemur til Føroya á sumrið 2022, skal núverandi Akraberg seljast. Feløg úr Russlandi hava víst áhuga fyri skipinum
Tá ið nýggi Akraberg kemur í flotan í komandi ár, skal núverandi Akraberg seljast. Tað upplýsir Annfinn Olsen, reiðari.
Núverandi Akraberg, er verksmiðjutrolari, sum Framherji hevur átt og rikið seinastu knapt átta árini, og sum varð keyptur úr Týsklandi.
- Núverandi Akraberg, sum hevur roynst okkum væl, skal seljast, og vit fáa fyrispurningar í heilum um skipið, sigur Annfinn Olsen.
Akraberg var reyður tá hann kom til landið, og hevði reyða litin til í 2018 (Savnsmynd: Kiran Jóanesarson)
Akraberg hevur fiskað nógv í Barentshavinum, og tað eru serliga reiðarí, sum hava skip til hendan fiskiskapin, sum hava áhugað í Akraberg, sigur reiðarin.
- Eitt nú feløg í Russlandi, men einki ítøkiligt liggur á borðinum í løtuni um sølu, sigur Anfinn Olsen, reiðari, men sum metir at tað kortini ikki verður nakar trupulleiki at selja gamla skipið.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 27. mars 2021
Talan er um eina kvinnu í 30unum, sum ynskir at vera dulnevnd
Ein føroysk kvinna í 30unum vann fyri nøkrum vikum síðani eina millión krónur í skava-og-vinn spælinum Million Quick hjá Danske Spil.
Tað upplýsir Danske Spil í tíðindaskrivi.
Kvinnan, sum ynskir at vera dulnevnd greiðir frá, at hon onkuntíð keypir sær ein skava-og-vinn seðil, men hon hevði ongantíð trúð, at hon fór at skava seg til so stóran vinning.
– Mann situr har í steðginum á arbeiðsplássinum og skavar ein seðil til 25 krónur. Og brádliga fær mann trý eins, sum merkir, at mann hevur vunnið eina millión krónur. Eg skal viðganga, at tað var ringt at savna seg aftaná. Og eg hevði eitt sovorið óvanliga stórt smíl restina av degnum. Tað var sera torført at halda maskuni, sigur honn.
Sum áður nevnt, hendi hetta fyri fleiri vikum síðani, og tí hevur dulnevnda kvinnan longu fingið vinningin. Hon greiðir Danske Spil frá, at eitt tað fyrsta hon gjørdi var at fara út til foreldrini at geva teimum ein part av pengunum.
– Tey hava altíð verið har og stuðla mær altíð, eisini um tað stóð illa til fíggjarliga í endanum av mánaðanum. Tað er ikki tí, tey eiga nógvar pengar, og serliga babba hevur arbeitt hart alt sítt lív, so tað er stórt fyri meg at kunna geva teimum nakað aftur.
Nýggi millióningurin ætlar sær at lesa til sjúkrarøktarfrøðing eftir summarferiuna, og tí kemur vinningurin væl við.
– Vanliga hevði eg verið noydd at arbeiða við síðunar av fyri at fáa alt at mala runt, men nú kann eg savna meg fullkomiliga um lesnaðin, sigur hon.
Kvinnan umhugsar eisini at keypa sær eina íbúð ella eini hús, men hon greiðir frá, at hon eisini fegin vil sleppa at ferðast, tá tað aftur gerst møguligt, so hon noyðist at hugsa eitt sindur um møguleikarnar.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 22. mars 2021
Magnus Heinason hevði eitt rimmar hál á seinasta royndartúri sínum á Føroyabanka, annars var talan um slaka veiðu av toski
Tað er ikki heilt vanligt at síggja kokkarnar á fínaru matstovunum í Havn við bryggjukantin, tá bátar koma inn at avreiða.
Men tað hendi mikumorgunin, tá gamla havrannsóknarskipið Magnus Heinason kom á Havnina eftir túrin á Føroyabanka.
Føroyabanki er stongdur fyri veiðu, men tvær ferðir um árið, á vári og á heysti, fer rannsóknarskipið hjá Havstovuni út á Bankan eg gera nøkur royndarhál eftir einum ávísum mynstri, ið verður endurtikið hvørja ferð. Hetta fyri at fáa eina mynd av, hvussu støðan hjá stovninum er.
Ætlanin var at nýggja havrannsóknarskipið, Jákup Sverri, skuldi gera túrin hesaferð, men orsaka av trupulleikum við skrúvuni, varð Magnus riggaður til enn einaferð at gera túrin á Bankan.
Undan túrinum høvdu tríggjar matstovur tryggjað sær lut í veiðini, so at tær kunnu borðreiða við feskum bankatoski komandi dagarnar. Matstovurnar eru Barbara Fishhouse, Húsagarður á Hotel Brandan og Hallartún á Hilton Garden Inn.
Kokkarnir á Barbaru og Húsagarði, ávikavist Teitur Christensen og Janus Einar Sørensen vóru komnir, tá Magnus í morgun byrjaði at avreiða til landingarstøðina hjá Barðinum á Vestaru bryggju í Havn.
Matstovurnar høvdu biðið um 30 stórar og góðar toskar hvør, umframt rogn og nakað av hýsu. Ætlanin var at fáa høgguslokk eisini, men hetta kundi Magnus ikki veita, tí teir fingu ongan høgguslokk.
Sum skilst lótu kokkarnir sera væl at góðskuni á stóra og ljósa toskinum av Føroyabanka.
(Mynd: Johan Mortensen)
Tað mesta í einum háli
Sum skilst gav yvirlitstrolingin ikki nakra greiða ábending um støðuna hjá toskastovninum á Føroyabanka, tí burtursæð frá tí eina hálinum, var ikki so nógvur toskur at fáa.
Hetta eina tóvið var fult trol, sambært Kringvarpinum fimm tons av stórum og feitum toski.
Talan var um gýtingarkláran tosk, og mett verður, at Magnus hevur rakt ein stima av gýtingartoski, ið hevur stúvað seg saman, í hesum eina hálinum.
24 krónur kilo fyri besta toskin
Portalurin skilir á lagnum, at saltfiskavirkið Vaðhorn á Strondum hevur keypt allan toskin frá Magnusi, burtursæð frá teimum 90 toskunum, sum matstovurnar fingu.
Veiðan varð seld á telefonuppboðssølu hjá Fiskamarknaði Føroya í morgun. Magnus hevði 4.200 kilo av prima toski, kallaður Toskur1, fyri 24 krónur kilo í miðal. Hetta er sami prísur, sum Toskur1 er seldur fyri seinastu dagarnar.
Harafturat vóru 600 kilo av Toski2 fyri 23 krónur kilo, 200 kilo av Toski3 fyri 19 krónur og 50 kilo av Toski4 fyri 13 krónur kiloð.
Harafturat fóru 800 kilo av toskarogni fyri 10 krónur, 9.650 krónur av hýsu fyri 8,97 krónur í miðal, 500 kilo av upsa fyri 7 krónur og 200 kilo av longu fyri 8 krónur kiloð.
(Mynd: Johan Mortensen)
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 24. mars 2021
Føroyabanki eigur at verða umsitin av serligari nevnd, heldur Johan Mortansen, sum streingir á fyri at menna føroysku gastrovinnuna
- Áhugin fyri bankatoskinum er stórur, ja, hevur nærum ikki verið størri nakrantíð. Tí er tað av ómetaliga stórum týdningi, at vit koma fram til eina semju um, hvussu hesin náttúrugivni dýrgripurin verður umsitin.
Tað sigur Johan Mortensen, sum seinastu tíðina hevur arbeitt miðvíst við at økja um tilvitið til serliga toskin, sum svimur á Føroyabanka.
Tað er hansara initiativ, at tríggjar matstovur í Havn nú hava tryggjað sær burtur av veiðuni hjá Magnusi Heinason, og nú bjóða henda gloypibita til gestirnar, sum koma at vitja matstovurnar.
Johan Mortensen (Savnsmynd: Sverri Egholm)
- Barbara hevur skipað fyri bankakvøldum nú í nøkur ár eftir at Magnus Heinason hevur verið á bankanum og royndartrolað bæði á vári og heysti. Undirtøkan fyri hesum kvøldum hevur verið skiftandi. Men eg merki, at nú er áhugin vaksin munandi. Vit síggja tað bæði við at fleiri matstovur vilja vera við at borðreiða henda serliga fisk og eisini fortelja søguna um bankan.
- Og millum fólk er áhugin eisini vaksandi, og mær vitandi er tað longu útselt á Barbaru, sum hevur lýst við serligari matskrá við bankatoski, sigur Johan Mortensen.
Øðrvísi enn annar toskur
Men hann merkir eisini áhuga frá vinnuni at sleppa fram at fiskinum, sum svimur á Føroyabanka, og sambært Johan Mortensen, má tað ikki henda, at toskurin á bankanum verður givin leysur á sama hátt sum toskurin á landgrunninum annars verður.
Bankatoskurin er sín heilt egni. Tað er ein serlig stovnur av toskaslagnum, sum bert finst á Føroyabanka, og sum ikki er tann sami, sum toskurin, ið annars svimur á leiðunum kring Føroyar. Hann er ljósari á liti, veksur skjótari og sambært serkønum smakkar hann eisini munandi betur.
Tað, at hann smakkar betur er ikki nakað nýtt. Tað hava fiskakeyparar í Spania og Portugal vitað í yvir hundrað ár, tí teir eru serliga altráðir eftir at fáa fatur á saltaðum toski av bankanum til teirra baccalao-rættir. Bankatoskur hevur í meira enn eina øld verið mettur sum serliga góður fiskur á iberisku hálvoynni.
Føroyabanki sum tjóðarpark
Johan Mortensen mælir til af myndugleikarnir taka avgerð um at seta heilt serlig tiltøk í verk fyri Føroyabanka:
- Tað er av týdningi, at bankatoskurin verður umsitin, sum tað hann er, nevniliga ein náttúrudýrgripur av serligum slag. Stóð tað til mín, so varð Føroyabanki friðaður sum var hann ein tjóðarpark.
- Og so skuldu fiskirættindini verið stýrd av eini serligari nevnd, sum tryggjar, at bankatoskurin í fyrstu atløgu kemur gastro- og ferðafólkavinnuni í Føroyum til góðar, og at vanligi føroyingurin, sum jú eigur fiskin, fær møguleika at keypa burtur av veiðuni eisini.
- Og í øðrum lagi eigur veiðan at verða latin víðari til góðkend virkir, eitt nú saltfiskavirkir, ið hava sans fyri at virðisøkja fiskin við virðing fyri rávøruni og harvið eisini tryggja, at bankatoskur kann verða útfluttur og marknaðarførdur sum tann sjáldsama dygdarvøra hann er, sigur Johan Mortensen.
(Savnsmynd: Birgir Kruse)
Les eisini: Soul food av Bankanum
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 24. mars 2021
Stóra verkætlanin varð løgd fram á Toftum týskvøldið. Krossurin fer kosta millum fýra og fimm milliónir krónur
Um tað verður sum stigtakararnir ætla, so verður ein 17 metrar høgur krossur settur upp á Høganesi á Toftum. Verkætlanin varð løgd fram á Toftum týskvøldið.
Málið er ikki viðgjørt liðugt í býráðnum enn, men Súni í Hjøllum, borgarstjóri í kommununi, er fyri at seta krossin upp, og stigtakararnir hava fingið prinsipielt loyvi at seta krossin upp.
- Um vit merkja tað, at fólkið eru positiv um hetta, so fara vit víðari við málinum, sigur Súni í Hjøllum við útvarpið.
Tekniska nevndin hjá Nes kommuna fer at søkja um lendið og neyðug loyvi frá friðingarmyndugleikunum, og byggisamtyktin skal eisini broytast, so krossurin kann setast upp.
Magnus Pauli Poulsen er festari á Høganesi, og hann er ikki positivur um hesa ætlanina. Tað fer at ávirka seyðin í økinum at so nógv fólk fara at ganga har, sigur hann við útvarpið.
Tað er Tróndur Patursson, sum eftir ætlan skal gera 17 metrar høga listarverkið, sum væntandi fer at kosta millum fýra og fimm milliónir.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 24. mars 2021
Men við nógv fleiri seingjarplássum, so er nýtslustigið lækkað í mun til í fjør
Okkurt bendir á, at tað gongur betur hjá føroysku gistingarhúsvinnuni, enn tað hevur gjørt seinastu mánaðirnar. Nýggjasta uppgerðin yvir gistinætur hjá Hagstovuni vísir, at tað tilsamans vóru 7.400 gistinætur á føroysku gistingarhúsunum.
Tað er størsta talið fyri ein februar mánað higartil, og nærum 900 fleiri gistinætur enn í sama mánaði í fjør – og tað var áðrenn korona fór at herja í Føroyum.
Gistinætur telja, hvussu nógvir og hvussu leingi persónar gista á gistingarhúsum.
Tað eru gistingarhúsini í Tórshavnarøkinum, sum eiga so at siga allan partin av gistináttunum, við tað at tær vóru 7.200 í Havn og bert 220 uttan fyri Havnina í februar.
Tá hugt verður eftir hvaðani gestirnir koma, sæst týðuliga at økingin í februar skyldast, at føroyingar í heilt stóran mun eru farnir at keypa sær gistingar á hotellunum í Havn. Nýggju hotellini hava jú marknaðarførst seg sjónliga við tilboðum, nú tað ikki hava verið nóg mikið av útlendingum í landinum at fylla nógvu seingjarplássini.
Í februar minkaði talið av gistináttum hjá dønum við 39 prosentum í mun til í fjør. Hjá fólkum úr øðrum londum minkaði talið niður í helvt, meðan gistinæturnar hjá føroyingum tvífaldaðust úr 2.500 í februar í fjør til næstan 5.300 í februar í ár.
Í fjør komu tvey nýggj gistingarhús umframt at onnur vórðu útbygd. Nýtslustigið vísir, hvussu stórur partur av tøku kømrunum verður brúktur.
Hóast vøkstur er í gistináttum og innskrivingum, so er nýtslustigið væl lægri í februar í ár við einans 23,5 prosentum í mun til 35,1 prosent í februar í fjør
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 25. mars 2021
Forkunnug vitjan á flogvøllinum. Eitt hernaðarflogfar hjá Royal Air Force setti seg á Vága Floghavn mikudagin
Vága Floghavn hevur havt forkunnuga vitjan. Fyri fyrstu ferð hevur eitt farmaflogfar av slagnum Boeing C-17A Globemaster III sett seg í Vágum, og hetta er størsta flogfar, sum nakrantíð hevur sett seg í Vágum.
Talan er um eitt hernaðarflogfar hjá Royal Air Force, sum er ikki minni enn 52 metrar í veingjabreiði og 53 metrar í longd. Flogfarið er næstan 17 metrar høgt og hevur eina mestu vekt á góð 265 tons. Til samanberingar eru størstu flogførini hjá Atlantic Airways slakar 36 metrar í veingjabreiði, 37-38 metrar long, eru slakar 12 metrar høg og kunnu í mesta lagi viga um 80 tons.
Boeing C-17A Globemaster III verða einamest nýtt sum flutningsflogfør til bæði sivilan, hernaðarligan og neyðhjálparflutning.
Endamálið við ferðini hjá bretska flogfarinum í dag var at venja lendingar í sambandi við neyðhjálparflutning til støð í heiminum, har lendingarbreytirnar eru styttri enn tað sum vanliga krevst til flogfør av hesi støddini.
- Fyri Vága Floghavn hevur tað týdning at fáa prógv fyri, at flogfør av hesi støddini eisini kunnu nýta flogbreytina. Tí vóru vit sera spent uppá hesa vitjanina, tá umbøn kom um loyvi til hesar venjingarnar av lendingum og startum kom, sigur Regin I. Jakobsen, stjóri í Vága Floghavn.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 24. mars 2021
Tað má vera fyrstu ferð í søguni hjá Vinnuháskúlanum. Ikki løgið um hurlivasi kemur í millum lærararnar
Tað er ikki løgið um eitt sindur av hurlivasa verður á Vinnuháskúlanum framyvir. Kanska serliga millum lærararnar, sum møguliga halda, at tað er farið at bila við sjónini.
Tí á Vinnuháskúlanum lesa í løtuni trý tvíburðapør. Skúlin skrivar á sínari Facebooksíðu, at hetta má vera fyrstu ferð í søguni hjá skúlanum.
Tvey av teimum trimum tvíburðapørunum eru eineggjaðir tvíburðar.
Tvíburðarnir eru: Hans Jákup & Elias, synir Lindu Lervig og Jóhannes Mikkelsen (Syðrugøta), Martin og Beinir, synir Heidi og Una Nón (Fuglafjørður) og Kaj og Heri, synir Petru og Johnni Jacobsen (Klaksvík).
Hans Jákup, Elias, Martin, Beinir og Heri lesa til maskinmeistara, meðan Kaj lesur til Skipsførara.
Spurdir um, hví allir valdu at fara á Vinnuháskúlan at nema sær útbúgving, søgdu teir, at Vinnuháskúlin er ein góður skúli, sum bjóðar næmingunum spennandi útbúgvingar, sum geva góðar arbeiðsmøguleikar á sjógvi og landi, skrivar skúlin á Facebook.
Um 200 næmingar lesa á Vinnuháskúlanum.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 21. mars 2021
Løgtingið samtykti í dag endaliga bústaðapakkan, sum geva Bústøðum 450 milliónir krónur at arbeiða við komandi árini
- Hetta er eitt stórt fet rætta vegin, sigur Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur, landsstýriskvinna í almannamálum, nú bústaðapakkin er endaliga samtyktur av Løgtinginum.
Við bústaðapakkanum fáa Bústaðir 450 milliónir krónur at arbeiða við komandi árini.
200 milliónir krónur skulu fíggja bústaðaverkætlanir til serligar málbólkar uttanfyri vanliga bústaðamarknaðin, eitt nú lestrarbústaðir, búfelagsskapir til fólk við serligum tørvi og barnaverndarstovnar.
Hinar 250 milliónir krónurnar skulu fíggja vanligar íbúðir – saman við øðrum íleggjarum. Harvið fer lánsheimildin hjá felagnum at røkka til munandi fleiri íbúðir enn áður.
Ein forðing fyri samstarvi millum Bústaðir og aðrar íleggjarar hevur verið, at felagið ikki hevur havt nóg greiðar handilsligar karmar at virka undir. Við lógaruppskotinum fáa Bústaðir tí heimild at stovna partafeløg saman við íleggjarum.
- Skal trupulleikin á bústaðaøkinum loysast, má privati kapitalurin fyrst aktiverast. Tað er júst tað, sum er endamálið við nú samtykta bústaðapakkanum, sigur landsstýriskvinnan.
Lógarbroytingar
Við bústaðapakkanum verða gjørdar broytingar í løgtingslógini um Húsalánsgrunn.
Umframt hækkaðu lánsheimildina skulu bústaðaverkætlanir á vanliga bústaðamarknaðinum frameftir fíggjast saman við øðrum íleggjarum. Um eingin áhugi er hjá íleggjarum at vera við, ella um verkætlanin gerst ov dýr, kann landsstýrismaðurin tó loyva almenna bústaðafelagnum at fara undir verkætlanir uttan aðrar íleggjarar.
Kravið um aðrar íleggjarar er ikki galdandi fyri verkætlanir til serligar málbólkar.
Við lógaruppskotinum fáa Bústaðir harafturat greiðari heimildir á lutaíbúðaøkinum, samstundis sum stýrið fyri Húsalánsgrunnin verður víðkað frá trimum til fimm limir.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 25. mars 2021
Boðini úr landsstýrinum eru nú, at hjálparpakki 3 verður longdur. Tað merkir, at fyritøkur og felagsskapir kunnu fáa endurgjald fyri fastar útreiðslur
Landsstýrið arbeiðir við at leingja hjálparpakka 3, sum merkir, at fyritøkur og felagsskapir millum annað kunnu fáa endurgjald fyri fastar útreiðslur.
Tað vóru boðini frá Løgmansskrivstovuni í vikuni.
- Góða smittugongdin og koppsetingin gevur okkum eina vón um, at vit kunnu lata upp rímiliga skjótt, men ávíst virksemi hevur tað kortini sera torført í løtuni, sigur Bárður á Steig Nielsen, løgmaður.
Sostatt verður sagt at landið fer at stuðla ferðavinnuni, men eisini ítróttinum og mentanini, so hetta virksemið kann fóta sær aftur.
- Hetta er seinasti teinurin. Tí er tað rætt at veita ein fíggjarligan styrk til virksemi og vinnur, sum hava verið ávirkaðar av teimum tiltøkum, ið landsstýrið hevur set í verk hetta seinasta árið, sigur løgmaður.
Í løtuni fyrireikar landsstýrið uppskot, sum skulu leggjast fyri Løgtingið. Í hesum sambandi verður eisini hugt at, hvussu leingi hjálparpakkin skal verða í gildi. Longdin á hjálparpakkanum veldst um, hvussu tað fer at ganga við smittuni næstu tíðina.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 24. mars 2021
Føðideildin, barnadeildin og barna- og ungdómspsykiatriin verður sligin saman í nýggjan depil seinni í ár
Sjúkrahúsleiðslan hevur í eina tíð arbeitt við at skipa ein nýggjan familjudepil. Nýggi depilin er ein samanrenning av føðideildini, barnadeildini og barna- og ungdómspsykiatriini.
Endamálið við familjudeplinum er at stuðla undir alla tilgongdina hjá barnafamiljum, børnum og ungum, frá gitnaði til barnið er 18 ár. Allar barnakonur, børn og ung fáa á hendan hátt viðgerð á sama depli.
Við familjudeplinum ynskir Landssjúkrahúsið at skapa eitt umhvørvi, har dentur verður lagdur á tvørfakliga fyribyrging, stuðul, kanning, viðgerð, uppfylging og trivna fyri øll børn uttan mun til um tey stríðast við somatiska ella psykiatriska sjúku, avvarðandi teirra, umframt komandi foreldur og allar nýføðingar í Føroyum.
Hesin depilin líkist frá hinum klinisku deplunum á tann hátt, at hann byggir á sjúklingagongdir og funktiónir, heldur enn viðgerðarhættir og fakbólkar.
Ein tillaging av verandi bygnaði
Nýggju karmarnir skulu samstundis virka til frama fyri arbeiðsumhvørvið hjá starvsfólkunum, sum eru tey, ið koma at mynda depilin og geva nýggja familjudeplinum innihald. Tann nýggi depilin er fyrst og fremst ein tillaging av verandi bygnaði og verður skipaður innanfyri verandi fíggjarkarmar.
Nýggi familjudepilin fevnir um:
Starvsfólkini, sum hava sínar dagligu arbeiðsuppgávur á hesum deildum, flyta á familjudepilin. Øll starvsfólk, sum verða ávirkaði av broytingini, hava fingið neyva kunning um, hvussu umskipanin fer fram.
Bygnaðurin ber smávegis broytingar við sær fyri starvsfólkini. Tey fara framvegis í høvuðsheitum at hava somu arbeiðsuppgávur, men arbeiðið og mannagongdir verða skipaðar av avvarðandi leiðslu í mun til nýggju umstøðurnar. Broytingin verður, at tey fáa nýggjar karmar og tilvísing bygnaðarliga.
Miðað verður ímóti, at nýggi Familjudepilin verður settur á stovn í ár.
Tíðindaskriv frá Landssjúkrahúsinum
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 25. mars 2021
Fólkaheilsustýrið skal vera ein millumliður millum Heilsumálaráðið og heilsuverkið, og skal loysa eina røð av heilsufakligum uppgávum. Ætlanin er, at fólkaheilsustýrið verður sett á stovn 1. januar 2022
- Tað vísir seg at verða støðugt størri tørvur á einum stovni í Føroyum, sum kann verða eitt millumliðið ímillum Heilsumálaráðið og heilsuverkið. Uppgávurnar hjá fólkaheilsustýrinum verða í høvuðsheitum at veita heilsufakliga ráðgeving, gera fólkaheilsuarbeiði, lýsa og greina heilsustøðuna hjá føroyingum og veita almenna kunning um heilsuviðurskifti.
Hetta sigur Kaj Leo Holm Johannesen, landstýrismaður í heilsumálum, ið er farin undir arbeiðið at skipa eitt fólkaheilsustýri í Føroyum.
Talan verður ikki um at skipa ein nýggjan stovn. Í staðin skulu uppgávur frá ymsum stovnum leggjast í Fólkaheilsustýrið. Við at leggja uppgávurnar í eitt slíkt stýri, ber til at gagnnýta verandi orku munandi meira skynsamt, enn tað ber til undir verandi skipan.
Landslæknaembætið verður ikki partur av Fólkaheilsustýrinum, sum fer at verða skipað í stigum.
Arbeiðið at skipa Fólkaheilsustýrið fer at verða gjørt í samstarvi við viðkomandi partar á økinum. Í gjár boðaði landsstýrismaðurin limunum í serfrøðingabólkinum, ið skal ráðgeva Heilsumálaráðnum, á fund. Í apríl fer Heilsumálaráðið at hava fundir við eina røð av øðrum viðkomandi pørtum um uppgávur og virksemi hjá Fólkaheilsustýrinum.
Ætlanin er, at Fólkaheilsustýrið verður sett á stovn 1. januar 2022.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 26. mars 2021
Bíleggingin fer fram á corona.fo
Fólk sum eru 85 ár og eldri kunnu nú bíleggja tíð til koppseting við nýggju bíleggingarskipanini á corona.fo.
Sjúkrahúsverkið mælir til, at tey avvarðandi hjálpa við bíleggingini.
Frameftir verður koppsett eftir aldri, og fyrst eru tað tey, ið eru 85 ár og eldri, sum eiga tørn. Lýst verður í miðlunum so hvørt nýggir aldurbólkar sleppa framat at bíleggja tíð til koppseting.
Her eru nøkur góð ráð, tá fólk bíleggja.
Tá ið tú bíleggur, velur tú fyrst koppsetingarstaðið, og so eina tøka tíð í upplatingartíðini.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 25. mars 2021
Fyri aðru ferð í ár er talið á positivum í Føroyum komið niður á null
Síðan Føroyar á fyrsta sinni vórðu lýstar koronafríar fyrst í mai mánað í fjør, hevur landið í fleiri tíðarskeiðum verið koronafrítt, og í vikuni hendi tað aftur, at smittutalið kom niður á null.
Hetta er aðru ferð í ár. Seinast var fyri einum mánað síðani. Eingin persónur er tó smittaður innanlands í Føroyum síðan síðst í januar
Tilsamans hava 661 persónar fingið staðfest korona í Føroyum, og nú eru 660 staðfestir frískir aftur. Ein persónur er deyður við koronu.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 23. mars 2021
Heilivágurin skal kannast til botns áðrenn vit taka hetta evnið í brúk aftur, sigur Søren Brostrøm, stjóri í Sundhedsstyrelsen
Donsku heilsumyndugleikarnir tóku hósdagin avgerð um at leingja støðgin við at koppseta við AstraZeneca við trimum vikum.
Tað upplýsti stjórin á Sundhedsstyrelsen, Søren Brostrøm, á tíðindafundi.
Orsøkin er, at myndugleikarnir tørva longri tíð at kanna, um samband er millum heilivágin og blóðtøppar hjá fólki, ið eru koppsett, skrivar Ritzau.
Donsku heilsumyndugleikarnir støðgaðu fyri tveimum vikum síðani at koppseta við hesum heiliváginum, eftir fleiri fráboðanir í Evropa um blóðtøppar hjá fólki, sum høvdu fingið hesa koppsetingina.
Nú verður støðgurin galdandi fram til 18. apríl.
Higartil eru næstan 150.000 fólk í Danmark koppsett við AstraZeneca, upplýsir Statens Serum Institutt. Tað svarar til næstan fjórða hvønn av teimum, ið eru prikað fyrstu ferð, og bíða eftir aðru koppseting.
Leingingin merkir, at tey, sum eru prikað við hesum heiliváginum fyrstu ferð, ikki fáa boð um at verða endaliga koppsett eftir upprunaligu ætlanini.
Í Danmark eru staðfestir tveir tilburðir har persónar eftir koppsseting hava fingið ein blóðtøpp og eru deyð av tí.
Men tað er ikki prógvað, at samband var millum koppsetingina og blóðtøpparnar.
Europeiska heilivágsstýrið, EMA, sum hevur góðkent heilivágin, mælir nú evropeisku londunum at taka koppsetingina uppaftur.
Fleiri lond hava tikið koppsetingina uppaftur, eitt nú Italia, Frakland, Týskland og Finnland.
Søren Brostrøm ásannaði á tíðindafundinum, at danski hugburðurin kann tykjast “ovurvarin”, sammett við onnur lond.
- Men vit halda, at vit skulu kanna hetta betri, og vit hava í Danmark góðar møguleikar fyri at kanna henda heilivágin til botns, segði Søren Brostrøm.
Svøríki og Noreg eru eisini støðgað við at brúka henda koppsetingarheilivágin, skrivar Ritzau.
AstraZeneca hevur ikki verið brúkt til koppsetingar í Føroyum.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 25. mars 2021
Hjálpir í 76 prosentum av førunum – fyrr varð talið sett til 79 prosent
Korona-koppsetingarevnið frá heilivágsfyritøkuni AstraZeneca er ikki so effektiv, sum áður sagt.
Tað upplýsti AstraZeneca í gjár eftir at nýggj úrslit eru komin.
Vaksinan riggar móti smittuni í 76 prosentum av førunum. Fyrr hevur fyritøkan upplýst, at effektiviteturin var 79 prosent, skrivar Ritzau.
Úrslitið sigur, at persónar, ið eru koppsettir við hesi smittuni í 76 av hundrað førum ikki gerast sjúk av covid-19, sammmett við ein bólk, sum fær lumpuheilivág.
Sambært felagnum gevur koppsetingarevni tó fulla trygd móti álvarsligari og hættisligari sjúku.
Fyrr í vikuni hartaðu amerikansku heilsumyndugleikar AstraZeneca fyri at hava givið upplýsingar, ið ikki vóru fullfíggjaðir, tá sagt var, at effektiviteturin á evninum var 79 prosent.
Hetta evnið hevur verið brúkt í ES og Bretlandi í longri tíð, men er enn ikki tikið í brúk í USA. Óvissa hevur verið um koppsetingarevnið hjá Astra Zeneca, eisini viðvíkjandi hjáárinum.
Fleiri lond í Evropa støðgaðu við at koppseta við AstraZeneca fyri tveimum vikum síðan av ótta fyri hjáárinum. Onkur lond eru tó farin at loyva hesum koppsetingarevni aftur.
Hetta tí evropeiski heilivágsmyndugleikin, EMA, hevur mælt til at gera tað. Hetta tí at EMA metir, at heilsufyrimunirnir eru størri enn vandarnir, ið kunnu standast av heiliváginum, skrivar Ritzau.
Heilsumyndugleikarnir í Danmark fara seinnapartin í dag á tíðindafundi at boða frá, hvør danska metingin er viðvíkjandi brúki av AstraZeneca, skrivar Ritzau.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 25. mars 2021
Norrøna Felagið hevur latið Norrøna Herðaklappið 2021 til hjúnini Þóru Þóroddsdóttir og Martin Næs, serliga fyri teirra umfatandi týðaraarbeiði
Norðurlendska Herðaklappið varð á norðurlandadegnum 23. mars handað hjúnunum Þóru Þóroddsdóttir og Martin Næs.
Tað er Norrøna Felagið í Føroyum, sum handar herðaklappið. Herðaklappið verður givið persónum ella felagsskapum, ið hava gjørt nakað serligt fyri annaðhvørt at gera vart við Føroyar í Norðurlondum ella Norðurlond í Føroyum.
Herðaklappið verður í ár – á fimmti ára degnum fyri undirskrivingina av Helsingforssáttmálanum – latið Þóru þóroddsdóttir og Martini Næs, serliga fyri teirra bókmentanarliga arbeiði.
Hesi føroysk-íslendsk hjúnini hava verið fyrimyndarlig í norrønum høpi. Martin við sínum bókmentaliga avriki, bæði sum bókavørður, høvundur og týðari, og seinni sum embætismaðurin í Mentamálaráðnum, sum hevur arbeitt við norðurlendska mentanarsamstarvinum burturav.
Þóra Þóroddsdóttir hevur eisini verið ein íðin týðari, og hevur flutt íslendskar bókmentaskattir yvir í vakurt føroyskt mál, ikki minst meistaran Haldór Laxness, hvørs skaldskap hon hevur talað so heitt fyri í Føroyum.
Frá vinstru Turid Christophersen, forkvinna í Norrøna Felagnum, Þóra Þóroddsdóttir og Martin Næs (Mynd: Sverri Egholm)
Almenningurin fekk kanska fyrstu ferð kunnleika til góða málførleikan hjá hesum hjúnunum, tá stuttligu bøkurnar um Jón Odd og Jón Bjarna vórðu lisnar í Barnaútvarpinum.
Þóra, ið er útbúgvin ergoterapeutur, hevur eisini gjørt vart við seg, ikki bara í Norðurlondum, men altjóða, við slóðbrótandi bókini “Rura” um sansaskipanina og rørslumenningina hjá børnum.
Seinastu árini er hon so farin undir eitt miðvíst arbeiði við at flyta skaldskapin hjá Haldóri Laxness yvir í føroyskt mál.
Hjá okkum í Norrøna Felagnum hava vit havt stóra gleði av vakra málinum hjá Þóru, serliga undan jólum, tá hon – ja, tað er vorðið siðvenja eftirhondini – lesur hugtakandi íslendska kvæði hjá Jóhannesi úr Kötlum um teir 12 jólasveinarnar á norðurlendska jólahugnanum, sum felagið skipar fyri á Reinsarínum undan jólum saman við norðurlendsku vinafeløgunum í Føroyum.
--
Fakta
Hesi hava fingið Norðurlendska Herðaklappið frá Norrøna Felagnum:
2015: Ragnar Jacobsen, útvarpsvertur
2016: Leif Sørensen, kokkur
2017: Torbjörn Nyström, stigtakari til sv-fø orðabók
2018: Sissal Kj. Kristiansen, sniðgevi
2019: Kórsamband Føroya
2020: - ongin handan
2021: Þóra þóroddsdóttir og Martin Næs, týðarar
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 23. mars 2021
Brøðurnir Hjaltur og Eyðstein Poulsen í Klaksvík hava tikið avgerð um at gevast við skiparakstri
- Vit hava verið leingi í hesi vinnuni. Eg havi verið við í 28 ár, eri 55 ára gamal nú, og havi verið bundin umborð so at siga øll hesi árini. Tað eru nøkur onnur ting, sum eg vil royna og uppliva, og tí eru vit nú komin til tað punktið, at tíðin er búgvin at selja Ågot.
Soleiðis segði Hjaltur Poulsen, skipari og reiðari á línuskipinum Ågot við Portalin mikudagin. Harvið viðgekk hann eisini, at felagið handan Ågot arbeiddi við at selja skipið, sum hevur verið miðdepilin í Poulsen-familjuni í Klaksvík í 50 ár.
Hjaltur Poulsen (Mynd: Sverri Egholm)
Mikudagin fór skipið av Klaksvík og sigldi til Skála, har tað skuldi takast upp á sleipistøðina har fyri at kanna botnin nærri.
Hjaltur viðgekk eisini, at teir eru í tøttum samráðingum við Hanus Hansen um at selja skipið til eitt av hansara feløgum.
- Tað er sjálvandi sorgblítt at vera komin í hesa støðu, men tað er av ovurstórum týdningi fyri okkum, at skipið og virksemið framhaldandi verður heimahoyrandi í Klaksvík, sigur Hjaltur Poulsen, og leggur afturat:
- Tað er av týdningi at undirstrika, at tað er ikki tí, at vit eru í fíggjarligum trupulleikum, at vit nú hava tikið støðu til at avhenda skipið til aðrar eigarar. Felagið er væl fyri, og eg haldi eisini, at skipið ongantíð hevur verið so væl virkandi og so góðum standi sum nú, hóast talan er um eitt gamalt skip.
Ein orsøk til, at Hjaltur hevur tikið stig til at selja skipið er, at arbeiðið við eitt nú at skaffa manning hevur verið tungt.
- Vit hava altíð havt góða manning umborð á Ågot. Men tað hevur verið sera tungt at manna skipið ta seinastu tíðina. Hetta arbeiði hevur verið møðsamt, og vit hava eisini upplivað at avlýsa onkran túr, tí onkur av manningini gav amboð í seinastu løtu.
- So nú er avgerðin tikin. Eg eri 55 ára gamal, og ynski at uppliva okkurt annað eisini, bæði privat, men eisini vinnuliga. Eg rokni við, at mín framtíð framvegis liggur á sjónum, antin sum dekkari ella kanska skipari. Hartil havi eg eisini skaffað mær ein skjóttgangandi bát við snellum og fiskiloyvi, so tað fari eg helst eisini at royna, sigur Hjaltur Poulsen.
Orsøkin til at avgerðin um at selja Ågot er kensluborin er, tí júst hetta skipið hevur sína serligu søgu. Elsti beiggin, Poul Eyðfinn, var skipari og stigtakari til skipið, men hann doyði brádliga av vanlukku umborð. Brøðurnir Hjaltur og Eyðstein hava síðan rikið skipið í andanum hjá Poul Eyðfinni.
--
Seinnapartin mikuagin váttaðu partarnir, at teir hava gjørt eina avtalu um keyp av skipinum. Hanus Hansen, stjóri, upplýsir fyri Norðlýsinum, at skipið nú skiftir navn til Polarstjørnan, at skipari verður Mikkjal Pauli Lamhauge, og at skipið fer til fiskiskap eftir páskir.
Hanus Hansen hevur nú eisini ræðið á Ågot, sum skiftir navn til Polarstjørnan (Savnsmynd: Jens Kr. Vang)
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 24. mars 2021
Landsstýrið fær 32 milliónir krónur í vinningsbýti frá Føroya Tele. Samtakið gjørdi íløgur fyri 131 milliónir krónur í fjør
Úrslitið hjá Føroya Tele-samtakinum gjørdist góðar 31 milliónir krónur eftir skatt. Føroya landsstýri, sum eigur televeitaran fær 32 milliónir krónur í vinningsbýti.
Síðani 1998, tá ið Føroya Tele varð skipað sum eitt partafelag, hevur eigarin, Føroya Landsstýri, fingið í alt 375 milliónir krónur í vinningsbýti, og sum partafelag hevur Føroya Tele higartil gjørt íløgur í materiella og immateriella støðisogn fyri yvir 2,8 milliardir krónur. Í 2020 vórðu vinningsbýtið og íløgurnar ávikavist 32 milliónir krónur og 131 milliónir krónur.
Áðrenn skatt varð úrslitið slakar 38 milliónir krónur. Sammett við árið fyri er úrslitið eftir skatt góðar 2 milliónir krónur lægri. Úrslitið er merkt av øktum rakstrarkostnaði, sum í stóran mun stavar frá umvælingum av millumoyggjasjókaðlum, ið fingu skaða av illveðri í fyrsta ársfjórðingi, skrivar Føroya Tele í tíðindaskrivi.
Í 2020 gjørdi samtakið íløgur fyri 131 milliónir krónur. Stórar íløgur vórðu gjørdar í verkætlanina, sum hevur til endamáls at breiða fipur út kring allar Føroyar. Hetta er ein langtíðarætlan, ið tryggjar, at føroyingar framhaldandi kunnu hava eitt tað besta og mest útbreidda internetið í øllum heiminum.
Nýggjar sendistøðir, stórar kundaloysnir og tunnilsdagføringar myndaðu arbeiðið at náa málinum um at veita eitt farnet við 100% landafrøðiligum dekningi.
Økt virksemi uttanlands
Føroya Tele arbeiðir miðvíst við at økja inntøkugrundarlagið við at vinna kundar uttanlands. Í 2020 fór arbeiðið í gongd við at leggja 220 kilometra langa sjókaðalin, ið hevur fingið heitið HRONN.
Sjókaðalin gongur millum høvuðsskrivstovuna hjá Total í Esbjerg og Halfdan-oljuøkið í danska partinum av Norðsjónum. Hóast koronu varð arbeiðið liðugt og handað Total í november 2020.
Nevndin heldur fram
Nevndin á Føroya Tele er mannað av fýra nevndarlimum, sum eru valdir av Føroya Landsstýri, og trimum starvsfólkavaldum nevndarlimum. Nevndarlimir hjá landinum standa fyri vali á hvørjum ári, og Jørgen Niclasen, landsstýrismaður í fíggjarmálum, hevur ikki gjørt broytingar í nevndini í ár.
Bjarni Arnason, Johnni M. Poulsen, Lena L. Mohr og Annbritt Tummasdóttir Nielsen vórðu sostatt afturvald á aðalfundinum. Starvsfólkavaldu nevndarlimirnir eru Ólavur Simonsen, Levi T. Nybo og Finnbjørn Simonsen.
Nevndin hevur skipað seg við Bjarna Arnason sum formanni og Johnni M. Poulsen sum næstformanni.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 25. mars 2021
Fyribils heldur Kári P. Højgaard fram sum formaður í Sjálvstýri. Aðal- og landsfundur verður um vikuskiftið
Sjálvstýri er komið í eina óhepna støðu politiskt. Jógvan Skorheim legði frá sær sum formaður í flokkinum fyri fýra vikum síðani, og enn er einki uppskot komið upp á nýggjan formann í flokkinum.
Flokkurin hevur aðalfund og landsfund leygardagin, og tá verður einki formansval, sigur Kári P. Højgaard við útvarpið.
Kári P. Højgaard, virkandi formaður, heldur sostatt fram í sessinum eina tíð afturat.
- Á aðalfundinum verður lagt upp til at vit útseta formansvalið, og at ein nevnd verður sett niður at gera uppskot um broytingar í reglugerðini og koma við uppskoti um hvør skal vera formaður, segði Kári P. Højgaard í Breddanum í útvarpinum seinnapartin.
Reglugerðin í flokkinum ger tað eisini trupult at velja formann, tí sambært henni skal tað vera eitt fólkavalt umboð, og skal hava verið limur í flokkinum í trý ár.
Hetta er nakað, sum hendan nevndin skal hyggja eftir, og tað verður helst broytt nakað.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 25. mars 2021
Erla Kongsdóttir, ið nú fær nýggjar rútar, skal avloysa á Nólsoyarleiðini, tá Ternan verður burtur aftur
Ternan fór seint í heyst til 40-ára klassing á Sleipistøðini í Klaksvík. og skipið er sum so ongantíð komið av beding síðani. Ætlanin var annars, at Ternan skuldi verða í sigling áðrenn beint fyri jól, men hetta varð útsett í nakrar mánaðir, tí arbeiði kravid væl meira, enn fyrst væntað.
Ternan skuldi fara í sigling í páskavikuni, men nú er greitt, at tað ikki verður fyrrenn komið er beint um hálvan apríl; einaferð ímillum 15-20 apríl.
Hetta upplýsti Jørgen Nielsen av tingsins røðarapalli í gjár, tá munnligir fyrispurningar vóru. Tað var Ruth Vang, ið spurdi landstýrismannin í samferðslumálum um millum annað Nólsoyarleiðina.
Landstýrismaðurin greiddi eisini frá, at Ternan skal avloysa Teistan, tá hann seinni í á skal á beding, og tá fer Erla Kongsdóttir aftur at taka við á Nólsoyarleiðini, umframt at Hasfjord fer at sigla við farmi.
Stuttu tíðina avloysaraskipið hevur verið í sigling, eru rútar brotnaðir umborð tvær ferðir, og í løtuni verða nýggir og sterkari rútar settir í á brúnni og í salongini á Erlu Kongsdóttur, sum aftur fer at avloysa á Nólsoyarleiðini. Hesir tola nógv meira, tá tað kemur til ristingar o.a, segði landstýrismaðurin. Jósup røkir í løtuni Nólsoyarleiðina.
Jørgen Nielsen segð eisini, at tað framvegis verður bíðað eftir einari endaligari frágreiðing frá veitarunum viðvíkjandi upprunaligu rútunum.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 25. mars 2021
Hon skal avloysa Hera prest í Suðurstreymoyar vestara prestagjaldi í tíðarskeiðnum 15. apríl til 31. juli
Í sambandi við, at Heri Joensen, prestur, fer í lestrarfarloyvi varð søkt eftir vikari til Suðurstreymoyar vestara prestagjald, og í gjár avgjørdu kirkjuráðini at kalla Steintóru Gleðisheygg Joensen í kallið sum virkandi sókarprestur.
Sambært heimasíðuni hjá Fólkakirkjuni verður Steintóra virkandi sóknarprestur frá 15. apríl til 31. juli.
Steintóra, sum er ættað úr Vági, hevur lisið gudfrøði á Lærda Háskúlanum í Keypmannahavn.
Treytað av at landsstýrismaðurin í kirkjumálum gevur loyvi til prestvígslu er tað ætlanin, at komandi presturin verður vígd í Dómkirkjuni sunnudagin 11. apríl klokkan 16, skrivar Fólkakirkjan.
Við tað at talan er um eitt vikariat, er tað biskupur, ið er setanarmyndugleikin. Ætlanin er, at dómprósturin skipar komandi prestin í kallið við gudstænastuna í Vesturkirkjuni sunnudagin 18. apríl kl. 11.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 23. mars 2021
Fríggjadagin vardi Paula Gaard ph.d.-ritgerðina "Verjurøða ummælarans – sjálvsmyndin av føroyskum bókaummælum 1997-2007"
Fríggjadagin 19. mars vardi Paula Gaard ph.d.-ritgerð við heitinum: "Verjurøða ummælarans - sjálvsmyndan í føroyskum bókaummælum 1997-2007". Verjan var í Kongshøll og varð somuleiðis stroymd.
Paula legðí fyrst arbeiði sítt fram, greinaði ørindini og granskingarspurningarnar í ritgerðini.
Síðani fingu andmælingarnir orðið. Erik Skyum-Nielsen, lektari, var fyrri andmælingur, meðan Dagný Kristjánsdóttir, professari, var annar andmælingur. Tey umrøddu ritgerðina, sum tey sum heild hildu vera góða og áhugaverda. Tey settu Paulu Gaard ymsar spurningar og kjakaðust um evni og fokus í ritgerðini. Samanumtikið mettu tey ritgerðina vera sera væl skrivaða og eitt gott vísindaligt avrik, sum eigur at vera givið út í bók.
Malan Marnersdóttir, professari og forkvinna í metingarnevndini, tók samanum til seinast. Hon endaði við at siga, at ritgerðin hjá Paulu er eitt stór og virðismikið íkast til føroyska bókmentagransking
Eftir stuttan fund í metingarnevndini kunngjørdi Malan Marnersdóttir, at nevndin einmælt mælti til, at Paula Gaard fekk tillutað ph.d.-heitið. Síðani handaði Berhur Djurhuus Hansen, dekanur á Føroyamálsdeildini, ph.d.-prógvið.
Gott 70 fólk vóru til framløguna, sum vardi knappar 3 tímar. Øll verjan kann síggjast her
Paula Gaard hevur verið inskrivað á Føroyamálsdeildini undir arbeiðinum. Turið Sigurðardóttir var vegleiðari, og Ástráður Eysteinsson hjávegleiðari. Granskingarráðið og Fróðskaparsetrið hava fíggjað ph.d.-verkætlanina.
Um ritgerðina
Í ph.d.-ritgerðini viðger Paula Gaard ummæli av føroyskum føgrum bókmentum, sum eru skrivað í føroysk bløð og tíðarrit.
Ritgerðin kannar ummælini í einum tíðarskeiði í føroyskari ummælarasøgu, tá ummælaravirksemi framvegis var savnað á einum mentanarpalli, sum var einfaldur, tí at tað, sum varð skrivað um bókmentir, var savnað í bløðum og tíðarritum, áðrenn Facebook, bloggar og aðrir sosialir miðlar gjørdu, at ein og hvør kundi skapa sær sín egna pall og siga sína hugsan um bókmentir.
Kanningin greinar ummælini út frá ástøði um tekstslagið. Dentur verður lagdur á at kanna, hvussu ummælarin skapar sær mentanarligan myndugleika í tekstinum, bæði innihaldsliga við at hyggja at, hvussu hann skapar sær myndugleika við at seta bókmentirnar í bókmentaligt høpi o.s.fr, og tá tað kemur til diskurs ella retorikk, hvussu hann setir sín egna persón á pall í ummælinum og soleiðis skapar sær eina sermerkta rødd.
Higartil hava ummæli í mestan mun verið kannað sum hjálpartekstir í bókmentagranskingini, ikki minst bókmentasøguskriving og sum heimild um, hvussu bókmentirnar hava verið móttiknar í sínari samtíð.
Í hesari ritgerð verður fokusið skift, og ummælið verður viðgjørt sum tekstur í sjálvum sær ikki bara formliga, innihaldsliga, málsliga og stíli viðvíkjandi, men eisini sum tekstslag og sum parallellsøga hjá bókmentasøguni.
Ummælið verður sett fram sum tekstur við eins stórum listarligum potentiali og aðrir fagurbókmentaligir tekstir, sum eitt breitt og vítt fevnandi tekstslag, ið liggur á markinum millum ymiskar siðvenjur og letur upp fyri alskyns møguleikum, bæði tá tað kemur til at bera boðskapir av ymiskum slag, at føra fram egin áhugamál, og tá tað kemur til kreativa skriving.
Tíðarskeiðið 1997-2007 verður lýst sum eitt lívligt tíðarskeið í føroyskari ummælissøgu, har lutfalsliga nógv og fjølbroytt ummæli eru skrivað, ið endurspegla bókmentaligar streymar og spenningar millum skaldskaparhugsjónir í samtíðini.
Henda kanning kallar á framhaldandi gransking, sum kann leggja støði undir eina føroyska ummælissøgu.
Kanningin av tíðarskeiðinum 1997-2007, tíðini sum leiðir upp til okkara talgildu tíð, har almenni pallurin syndrast og verður avloystur av ymiskum nýggjum pallum, vekur eisini nýggjar spurningar, sum bíða eftir at verða svaraðir: Broytist ummælið sum tekstslag, tá tað flytur úr bløðunum og yvir á bloggar og sosialar miðlar, og trína nýggjar ummælaratypur á henda nýggja, broytta bókmentapallin?
Kelda: Granskingarráðið
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 22. mars 2021
Miljøstyrelsen hevur játtað 986.000 krónur til verkætlanina: "The Arctic Dilemma – Evaluating 40 years of risk communication on marine contaminants on the Faroe Islands"
Tað er Elsa F. Helmsdal, sum er verkætlanarleiðari á Deildini fyri Arbeiðs- og Almannaheilsu, og harafturat eru fleiri aðrir granskarar eisini knýttir at verkætlanini. Elsa er cand.san í Heilsufremjan frá Roskilde Universitet.
Endamálið við verkætlanini er at eftirmeta kunningina, ið hevur verið tey seinastu 40 árini viðvíkjandi dálkingarevni í grind. Nógv hevur verið kunnað um vandan við dálkingarevnum í grind, serliga síðani 80’ini. Síðst í 70’unum kom fyrsta grindatilmælið frá heilsumyndugleikunum, tí kanningar vístu, at kyksilvurinnihaldið í grind var høgt. Síðani tá eru tilmælini herd fleiri ferðir. Í 2008 varð tilmælið enn einaferð hert, og hesaferð varð mælt frá at nýta grindahval sum mannaføði. Hetta tilmælið er grundað á tær kanningar, ið eru gjørdar á Deildini fyri Arbeiðs- og Almannaheilsu av fleiri túsund føroyskum børnum tey síðstu áratíggjuni.
Fyrsti partur av verkætlanini fer at greina innihald í ymiskum miðlum tey síðstu 40 árini viðvíkjandi kunning um dálkingarevnum í grind. Annar partur av verkætlanini fer at kanna, hvussu kunningin er móttikin og eftirlíkað. Hetta verður gjørt við millum annað einum spurnarblaði millum ungar kvinnur. Síðsti partur verður at kanna kyksilvurinnihaldið í hesum somu kvinnum.
Við at eftirmeta kunningina hesi síðstu áratíggjuni fáa vit vónandi betri innlit í, hvat hevur eydnast væl soleiðis, at hendan vitanin kann brúkast til framtíðar átøk innan kunning um dálkingarevnir. Tað eru fleiri samfeløg í Arktis, har ein partur av teirra mati úr havinum er illa dálkaður og tí kunnu tey møguliga eisini brúka royndirnar úr Føroyum í teirra fyribyrgjandi arbeiði.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 22. mars 2021
Sigurð í Jákupsstovu, stjóri hevur tilnevnt Malene Egeberg Jacobsen til varastjóra
Sigurð í Jákupsstovu, stjóri á Umhvørvisstovuni, hevur tilnevnt Malene Egeberg Jacobsen til varastjóra, afturat starvi hennara sum deildarleiðari fyri tinglýsing og landsfólkayvirlit.
Malene er løgfrøðingur, og hevur arbeitt á Umhvørvisstovuni síðani 2012. Seinastu seks árini sum deildarleiðari.
Tænasturnar hjá Umhvørvisstovuni eru í stóran mun fevndar av talgildingini, og fær varastjórin høvuðsábyrgd av at sjálvgreiðslutænastur verða mentar og at tryggja, at dátur hjá Umhvørvisstovuni eru atkomuligar og sjónligar. Í hesum sambandi er eisini nýggj KT-eind sett á stovn.
Talgilding og strategisk menning eru liðir í arbeiðnum at seta og halda kós, og eru uppgávur, sum varastjórin og stjórin í felag varða av.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 20. mars 2021
Paul Watson og umhvørvisfelagsskapurin Sea Shepherd fer undir sína trettandu roynd at steðga grindagrápinum
Tað er einki nýtt undir sólini, at Sea Shepherd ynskir at føroyingar steðga við at drepa grind. Tað hevur umhvørvisfelagsskapurin roynt síðani í 80’unum, og enn hevur tað ikki eydnast.
Síðani 2016 hava fólk frá felagsskapinum verið á landi og dokumenterað grindadráp og sent út í heim til altjóða miðlar. Nú gera Paul Watson og hansara fólk aftur eina roynd. Felagsskapurin kunngjørdi í vikuni, at fólk í summar verða send til Føroya, og hesaferð við fleiri dønum og norðurlendingum annars enn nakrantíð áður.
(Savnsmynd: Sverri Egholm)
- Í ár fara okkara fólk at gera alt tey megna at koma í prát við føroyingar, og leggja upp til at føroyingar alment tala at grindadrápinum, og stuðla Sea Shepherd átøkunum kring heimin, skrivar felagsskapurin á heimasíðuni.
Felagsskapurin vónar eisini at ein deild “Sea Shepherd Faroe Islands”, kann setast á stovn í Føroyum.
Sea Shepherd boðar frá, at tey framhaldandi fara at leggja trýst á altjóða at steðga grindadrápinum, og heita á borgarar og fyritøkur at boykotta føroyskar fiskavørur, á ferðafólk um at velja annað stað at fara, og ferðamannaskip um at leggja leiðina aðrastaðni enn til Føroya.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 24. mars 2021
Tær flestu av hesum - 28 - komu úr høvuðsstaðnum
Tað var heilt nógvur vindur kring landið týskvøldið, og tað hevði millum annað við sær, at løgreglan fekk nógvar fráboðanir um vindskaðar.
Sambært løgregluni komu 34 fráboðanir úr Streymoynni - harav 28 úr høvuðsstaðnum. Níggju fráboðanir komu úr Suðuroynni og átta úr Noðuroyggjum, umframt nakrar frá øðrum oyggjum. Samanlagt fekk løgreglan 67 fráboðanir um vindskaðar í gjárkvøldið. Sløkkiliðini høvdu eisini úr at gera orsakað av veðrinum.
Talan var um ymisk sløg av skaðum, men tað var ikki heilt álvarsamt ella talan um fólkaskaða í nøkrum førum.
Vindurin minkaði út á kvøldið.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 24. mars 2021
Eingin mansskaði hendi tá ein treylari var tikin í nógva vindinum við Brúnna um Streymin mikudagin
Týsdagin fekk løgreglan fráboðan um, at ein treylari var tikin í nógva vindinum við Brúnna um Streymin.
Bilurin, sum koyrdi norðureftir, varð tikin av vindinum og koppaði í mótsætta síðu. Ein persónur var í bilinum, men talan var ikki um nakran fólkastaða, upplýsti vatkleiðarin á løgreglustøðini.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 23. mars 2021
Træið var meira enn 120 ára gamal. Eitt stórt træ í Viðarlundini fall eisini í vindinum
Tað var ógvuliga nógvur vindur týskvøldið, og ymsir skaðar vóru kring landið. Í høvuðsstaðnum gekk tað millum annað yvir eitt bókartræ, sum var meira enn 120 ára gamalt.
Bókartrø kunnu blíva minst 250 ára gomul í Føroyum. Hetta træið stóð í horninum oman móti trappuni í Vágsbotni. Ta einu løtuna undan kl 21 um kvøldið var av ringasta veðri, og tá vóru fleiri fráboðanir um skaðar. Tá fall træið, og millum annað fall eitt stórt træ í Viðarlundini eisini.
- Bojsensgarður varð latin upp fyri almenninginum, so havnarborgarar og onnur kundu fáa eina friðsæla uppliving í vakra garðinum. Trøini eru millum elstu trø í býnum og gøturnar eru steinlagdar. Garðurin varð gjørdur í 1860. Garðurin er uppkallaður eftir Johan Emil Julius Bojsen, sum var fyrstilærari á Realskúlanum. Í dag eigur ein grunnur garðin og kommunan tekur sær av at røkja garðin, gøturnar, trøini og blómurnar, skrivar Tórshavnar kommuna.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 24. mars 2021
Verandi dráttur kann ikki brúkast til størri bátar, og tí verður mett, at rættast er at gera ein nýggjan bátadrátt úti á Klyvum
Á fleiri borgarafundum í Nólsoy seinastu árini hevur verið víst á, at verandi dráttur í Nólsoy ikki kann brúkast til størri bátar. Mett hevur tí verið, at rættast er at gera ein nýggjan bátadrátt úti á Klyvum, skrivar Tórshavnar kommuna.
Arbeiðið varð boðið út í fjør, og havnameistarin mælti til at taka av einum tilboði frá Articon og at játta 960.000 krónur. Frammanundan hevði Tórshavnar Býráð sett 800.000 krónur av til endamálið.
Havna- og fíggjarnevndin hava tikið undir við hesum, og sambært kommununi kemur málið fyri á býráðsfundi hóskvøldið.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 23. mars 2021
Vit vilja gera okkara til at fáa eina skipan, har góður journalistikkur fær hægstu raðfesting, sigur felagið Føroysk Miðlafólk, sum rættir hondina út til landsstýrismannin í mentamálum, sum ynskir at broyta miðlastuðulin
Leygardagin 20. mars hevði Føroysk Miðlafólk, fakfelagið fyri miðlafólk í Føroyum aðalfund, har lógaruppskotið hjá landsstýrismanninum í mentamálum varð umrøtt.
Føroysk Miðlafólk heldur, at ynskir politiska skipanin góðan journalistikk í einum fjølbroyttum miðlalandslagi, má ambitiónin røkka hægri enn tvær milliónir krónur í almennum stuðli, sum stuðulsupphæddin er í dag.
Føroysk Miðlafólk vísir í skrivi til miðlarnar á, at tað at býta stuðulin út til ítøkiligar verkætlanir gevur Miðlastuðulsnevndini eina stóra uppgávu at loysa.
– Eftir leistinum verður tað eitt redaktionelt, journalistiskt val, ið liggur aftanfyri hvørja einstaka umsókn um miðlastuðul. Og tað redaktionella, journalistiska valið skal so vigast av Miðlastuðulsnevndini. Við hesum leisti er sera umráðandi, at fult fokus er á journalistikkin.
Felagið heldur, at journalistiska umboðanin í Miðlastuðulsnevndini má styrkjast. Meira journalistiskur førleiki má í nevndina.
Í dag er tað soleiðis, at Fróðskaparsetrið velir eitt umboð, Føroysk Miðlafólk velja eitt umboð, og Búskapar- & Løgfrøðingafelagið velir eitt umboð, sum eisini skal vera formaður í Miðlastuðulsnevndini.
Lógaruppskotið leggur upp til, at treytirnar fyri at fáa stuðul skulu ásetast í kunngerð. Reyði tráðurin í hesi kunngerð má vera góður journalistikkur, heldur Føroysk Miðlafólk.
– Føroysk Miðlafólk vilja við hesum rætta hondina út til landsstýrismannin, soleiðis at vit kunnu geva honum okkara íkast til at broytta miðlastuðulsskipanin verður so góð sum tilber fyri journalistikkin í Føroyum.
Nevndin í Føroyskum Miðlafólkum. Frá vinstru Jón Brian Hvidtfeldt, Jens Kr. Vang, Beate E. Samuelsen, Uni Arge, John Johannesen og Øssur Winthereig
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 22. mars 2021
Umhvørvisstovan hevur lýst leyst eitt loyvi til framleiðslu av vindorku í einum øki oman fyri Havnina, har ein vindmyllulund er frammanundan, og onnur er ætlað í næstum. Ein triðja vindmyllulund í sama øki beint nú fer at seta elskipanina undir óneyðuga stórt trýst, sigur SEV
– SEV hevur ongantíð fyrr kært eitt vindútboð, men fyri at verja elskipanina, síggja vit í hesum førinum ikki annan møguleika enn at leggja málið fyri Vinnukærunevndina, sigur Kári Johansen, nevndarformaður í Sev.
Orsøkin til kæruna er í stuttum, at skeiva staðsetingin og skeiva ‘teimingin’ við hesum vindútboðnum hava við sær, at elveitingin verður ótryggari.
Stutt sagt, eru vansarnir, at:
Eftir fleiri ferðir at hava gjørt vart við vansarnar við hesum vindútboðnum, og uttan úrslit at hava mælt Umhvørvisstovuni til at taka vindútboðið aftur, hevur SEV avgjørt at kæra avgerðina hjá Umhvørvisstovuni til Vinnukærunevndina.
– SEV hevur ábyrgdina av góðskuni og trygdini í elveitingini til føroyska samfelagið, og Umhvørvisstovan hevur við avgerð síni sett trygd og góðsku til viks, hóast tey eiga at vita betur. Tí kenna vit okkum tíverri noydd til at kæra, sigur Kári Johansen.
Framferðin hjá Umhvørvisstovuni í hesum málinum er ikki í samsvari við elveitingarlógina; m.a. er lógarásetta ráðføringin við SEV ikki framd, og harumframt er kapping munandi avmarkað við einum slíkum útboði, har ongin annar sleppur framat økinum í Hoyvíkshagnum.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 26. mars 2021
Minesto kunngjørdi í vikuni, at týðandi framstig eru gjørd við at framleiða elorku inn á føroyska elnetið. DG100 orkuverkið hevur framleitt oman fyri 110kW við miðal framleiðslu í samsvari við framrokningarnar, sum eru gjørdar um úrtøkuna
Í mars er seinni drekin hjá Minesto komin til landið, og er royndarkoyrdur í framleiðslu. Seinni drekin, sum hevur fingið navnið ‘Drekin’, er dagførdur og mentur í samsvari við royndirnar, sum gjørdar eru við fyrra drekanum ‘Havfrúnni’.
– Við seinna DG100 orkuverkinum fóru vit undir royndarframleiðslu beinanvegin, og høvdu ikki fyri neyðini at royndarkoyra allar lutir á sama hátt sum fyrru ferð. Hetta merkir, at vit nú hava tvey orkuverk tøk í Vestmannasundi, og harvið størri smidleika og virkisføri. Tað er gleðiligt, at seinna orkuverkið lættliga livir upp til væntanirnar. Mesta frameiðsla hevur ligið oman fyri 110 kW, tá ferðin er farin upp um 20 míl. Miðal framleiðslan á einum sjóvarfalli er á hædd við framrokningar, og styrkir hetta okkara væntanir til framleiðslu uttan mun til stødd á orkuverki. Úrslitini eru sera hugalig og týðandi í mun til arbeiðið við triðjaparts-góðkenning, sigur Dr. Martin Edlund, forstjóri í Minesto.
Afturat hesum hevur Minesto gjøgnumført upplæring av enn fleiri starvsfólkum innan uppsetingar bæði á landi og sjógvi, og tí hevur Minesto nú førleikar til allan rakstur og viðlíkahald av drekunum.
– Við trimum fult útbúnum toymum hava vit tryggjað førleikarnar bæði til at koyra langtíðarverkætlanir og til at arbeiða við fleiri verkætlanum samstundis, sigur Martin Edlund.
Sum part av venjingini hevur Minesto betrað um mannagongdirnar og stytt um tíðina, tað tekur at seta drekarnar út og taka teir uppaftur. Í mun til áðrenn, tekur tað nú bert hálvan tíma at seta út ella taka orkuverk upp við lítla DP-farinum uttan serliga ROV-tøkni. Fyri at betra enn meiri um rakstrarsmidleikan og kostnaðin, umhugsar Minesto eisini at nýta føroyskar veitarar við smærri førum, har tað ber til.
– Framtíðarætlanin umfatar eina víðkan av virkseminum bæði við øktari frameiðslu inn á netið og eini víðarimenning av orkuverkunum, sigur Martin Edlund.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 23. mars 2021
Knud Rasmussen og konan Bente Bækgaard byrjaðu beinanvegi sum ávikavíst kommunulækni og praksissjúkrasystur í kommunulæknaviðtaluni
Borgarstjórin á Tvøroyri, Kristin Michelsen, vitjaði í kommunulæknaviðtaluni mánadagin, fyri at heilsa uppá og ynskja Knud Rasmussen, og konuni Bente Bækgaard, vælkomin til Tvøroyrar, nú bæði byrjaðu í nýggja starvinum í viðtaluni. Hann sum kommunulækni og hon sum praksissjúkrasýstur.
Knud Rasmussen nam sær embætisprógv í læknafrøði í 1983 frá lærda háskúlanum í Århus. Í 1989 vann hann sær rættindi til heitið serlækni i almennum medisini.
Hann hevur eitt nú starvast sum lækni á sjúkrahúsinum í Viborg, sum tyrlulækni í fleiri altjóða ørindum, vaktlækni í Jyllandi og síðan 2013 í ymiskum viðtalum í Føroyum sum kommunulæknaavloysari, m.a. á Tvøroyri, har hann hevur arbeitt nakrar ferðir seinastu tvey árini.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 22. mars 2021
Ríkisumboðið hevur frá 1. januar til 11. mars fingið 270 umbønir um at fáa cpr. nummar, og frá 22. februar til 11. mars eru 109 umbønir kmnar um at fáa NemID, sigur løgmaður
Tað er longu nú eitt greitt tekin um, at tað hevur verið ein tørvur í Føroyum at hava møguleikan at fáa sær cpr. nummar og NemID. Við nýggju møguleikunum er tað blivið nógv smidligari hjá føroyingum bæði at samskifta og at fáa atgongd til danskar stovnar. Tað svarar Bárður á Steig Nielsen, løgmaður, m.a. Høgna Hoydal, løgtingsmanni í einum § 52a fyrispurningi.
– Ríkisumboðið veit at siga, at tey hvønn dag eru í samskifti við borgarar, sum spyrja um møguleikan at fáa cpr. nummar og NemID. Frá 1. januar 2021 til 11. mars 2021 hevur Ríkisumboðið fingið 270 umbønir um at fáa cpr. nummar. Frá 22.februar 2021 til 11. mars 2011 hevur Ríkisumboðið fingið 102 umbønir um at fáa NemID” svarar løgmaður m.a.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 23. mars 2021
Vikuskiftið 30. apríl og 1. mai verður Dansibandsfestivalur í Vági
Dansibandsfestivalurin bjóðar aftur øllum dansi-áhugaðum føroyingum til Vágs til dans fríggjakvøld og leygarkvøld. Bjóðað verður til góðan dansibands-tónleik, sum verður kryddaður við góðum mati, undirhaldi og hugna – og ikki minst við stórum gestablídni.
Skráin fevnir millum annað um tvey dansikvøld, syngið við kvøld, brunsj, grillkvøld, dansibandsgudstænastu, gongutúr í stórslignu náttúruni kring Vág, og um hugna.
Undanfarin ár hava útlendsk dansibandsorkestur spælt á festivalinum, men Dansibandsfestivalurin 2021 verður burturav við føroyskum dansibandsorkestrum og tónleikarum.
Longu nú er greitt, at m.a. hesi fara á pall á Dansibandsfestivalinum í Vági í ár: Hans Jacob & vinmenn, Sunrise, Norrøna Dansband og FourMen.
Nógv keyptu vikuskiftispass til Dansibandsfestivalin 2020, sum varð avlýstur. Og tey, sum ikki hava fingið endurgjald fyri vikuskiftipassið, hava vikuskiftispass til Dansibandsfestivalin 2021. Vikuskiftispass kunnu keypast á billett.fo.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 22. mars 2021
Visit Faroe Islands hevur tikið stig til nýggju síðuna, ið hevur til endamáls at geva føroyingum og útlendskum ferðafólkum eitt gott amboð at finna góðar gongutúrar í føroysku náttúruni
Skal gongutúrurin vera langur ella stuttur? Skulu børnini við? Skal túrurin vera lættur ella avbjóðandi? Ein nýggj heimasíða, ið kallast bygdagøtur.fo, kann hjálpa at fyrireika gongutúrin eftir bygdagøtum.
Visit Faroe Islands hevur tikið stig til nýggju síðuna, ið hevur til endamáls at geva føroyingum og útlendskum ferðafólkum eitt gott amboð at finna góðar gongutúrar í vøkru føroysku náttúruni.
Á heimasíðuni ber til at finna ein hóskandi túr kring alt landið. Síðan ger tað lætt at finna ein túr, ið hóskar væl til einhvønn tørv við greiðari kunning um torleikastig, longd, lendið og annað. Eisini er kunning og myndatilfar, ið vísa, hvar ráðiligt er at seta bilin frá sær og hvussu tú finnur leiðina út um bøgarðarnar.
– Síðan er eitt amboð hjá okkum at skipa ferðavinnuna í Føroyum betri, sigur Jóhan Pauli Helgason, menningarleiðari á Visit Faroe Islands.
– Vit hava dagliga tørv á einum amboði til at vísa ferðafólki á, hvar tey trygt kunnu ganga sær ein túr, antin sjálvi ella við ferðaleiðara. Hetta eru almennu farleiðirnar í okkara fjøllum, ið øll kunnu nýta, og sum vit eiga at vera errin av at vísa fram.
Bygdagøtur eru gomlu farleiðirnar millum bygdir, ið hava verið nýttar dagliga hjá ferðandi í mong hundrað ár, áðrenn vegir og tunlar vórðu asfalteraðir. Serligar søgur, hendingar og minni knýta seg at hesum farleiðum, ið eru virðismiklar at halda viðlíka.
– Bygdagøturnar hava á mangan hátt eina serstøðu, sigur Jóhan Pauli.
– Varðarnir eru reistir, og nú er tað okkara uppgáva at hjúkla um teir og vísa teir fram.
Umframt at einstøku ruturnar verða lagdar út hvør sær, eru eisini aðrir gongutúrar at finna á síðuni, ið knýta fleiri bygdagøtur saman í eina longri farleið, antin frá einari bygd til aðra í somu oyggj, ella sum ein rundtúrur, har tú endar aftur sama stað, sum tú byrjaði.
Allir túrar hava gpx-fílu, ið tú kanst taka niður á t.d. telefonina so tú hevur neyvu slóðina við tær á túrinum. Á henda hátt kanst tú tryggja tær, at tú altíð finnur røttu leiðina fram, eisini um t.d. mjørki kemur á teg.
Heimasíðan er liður í menningararbeiðinum hjá Visit Faroe Islands, ið fór undir arbeiðið at uppmerkja og skráseta allar bygdagøturnar fyri tveimum árum síðani. Umframt nýggja talgilda pallin, ið er tøkur í føroyskari og enskari útgávu, verða gongutúraskelti gjørd til allar bygdagøturnar og serstakir prestar við einum varða-frámerki verða settir niður, har tørvur er at vísa, hvar rætta leiðin liggur.
– Vit eiga øll bygdagøturnar, og vit hava øll eina felags ábyrgd at varðveita tær, sigur Jóhan Pauli.
– Tí vilja vit fegin, at øll hjálpa okkum at gera kunningina enn betri. Um fólk hava viðmerkingar til innihaldið ella onkra góða søgu at fortelja, ið átti at verið løgd afturat, vilja vit fegin hoyra frá teimum.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 26. mars 2021
Hetta samtykti býráðið hóskvøldið eftir ynski frá ÍSF og tilmælum frá nógvum ymiskum persónum og nevndum. Talan verður um tvær hæddir, ið koma oman á Fimi
ÍSF-húsið í Gundadali varð fyri kortum rivið niður, og ÍSF er tí heimleyst í løtuni.
Arbeitt hevur verið við einari loysn. Ítróttasamband Føroya hevur havt eitt ynski um at byggja omaná Fimi, og í gjár samtykti Tórshavnar býráð at staðseta nýggju hølini hjá ÍSF oman á Fimi. Tekniski stjórin og býararkitekturin mæltu eisini til hetta. Sama gjørdi byggi- og býarskipanarnevndin og seinni mentamálanevndin. Málið varð samtykt við 11 atkvøðum fyri.
- Í viðmerkingunum til málið verður sagt, at fyri kommununa er málið viðvíkjandi ÍSF týðandi at fáa loyst, tí felagsskapurin er undir stórum trýsti og staðsetingin av nýggja bygninginum er týðandi fyri, at felagsskapurin hevur nakað ítøkiligt at arbeiða fram ímóti.
Tórshavnar kommuna skrivar víðari, at tað er skilligt, at ÍSF ynskir at verða staðsett í Gundadali, tí stórur partur av ítróttarvirkseminum í kommununi er her, og sostatt vil virksemið, sum felagsskapurin umboðar síggjast aftur í uttanumhvørvinum. Útrokningarnar vísa eisini, at tað er møguligt at byggja tvær hæddir oman á verandi bygging. Hesar hæddir skulu gerast sum lættar konstruktiónir.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 26. mars 2021
Tey, sum vórðu heiðrað á landsfundinum hjá FUR í farnu viku vóru Brestir Bjarnastein Restorff, Fríðbjørg Joensen Poulsen og verkætlan Time Out hjá Sinnisbata
Aftur í ár vóru nógvar innstillingar til heiðursløn FURs av einstaklingum og verkætlanum í barna- og ungdómsarbeiði í Føroyum.
Á landsfundinum hjá FUR, Føroya Ungdómsráð, 20. mars 2021 handaði Rói B. Poulsen, formaður, heiðursløn FURs 2021 til Brestir Bjarnastein Restorff, Fríðbjørg Joensen Poulsen og til verkætlanina Time Out hjá Sinnisbata.
Grundgeving fyri at geva heiðursløn FURs til Brestir Bjarnastein Restorff
Heiðursløn FURs 2021 verður latin til Brestir Bjarnastein Restorff, sum hóast sín unga aldur er formaður í tveimum feløgum, ið virka fyri børn og ung. Sum formaður í Ung í Dansi og fylkisstjóri í Skótafylki Sigmunds Brestissonar ger Brestir eitt megnararbeiði fyri børn og ung í Føroyum. Brestir er bæði fittur og fryntligur at vera saman við, umframt at hann er ábyrgdarfullur og fer inn í arbeiðið við heilum hjarta. Hetta merkist aftur í felagsskapunum, hann stendur á odda fyri.
Brestir greiðir sjálvur frá, at tað er ein blandingur av tilvild og ynski um at styrkja barna- og ungdómsfeløgini, sum er orsøkin, at hann hevur tikið við hesi ábyrgd hóast sín unga aldur, bert 20 ár. Brestir leggur tó dent á, at tað er avgerandi at hava onnur álitisfólk at hjálpa sær, tí tá ið mann er so ungur, dugir mann ikki alt.
– Týdningarmesta uppgávan sum fylkisstjóri í Skótafylki Sigmunds Brestissonar er, at eg gevi leiðarunum góðar karmar at vera leiðarar. Úlvar, skótar og birkibeinar mugu hava góðar umstøður at læra seg skótasið og at gerast sjálvstøðug bæði í náttúruni og í dagliga lívinum.
Seinastu árini eru alsamt fleiri tiltøk í Ung í dansi komin kring landið. Brestir metir, at hansara týdningarmesta uppgáva sum formaður er at virka fyri, at ung, sum dansa føroyskan dans kring landið, koma saman, gleðast um at dansa og knýta vinabond.
Grundgeving fyri at lata heiðursløn FURs til Fríðbjørg Joensen Poulsen
Fríðbjørg Joensen Poulsen hevur í ein mansaldur gjørt eitt megnar sjálvboðið arbeiði við føroyska dansin fyri børn í Sumba til gagns bæði fyri børnini og føroyska mentan. Fríðbjørg er eldhugað og ótroyttilig og elskar føroyska dansin og er ein av stóru orsøkunum til, at føroyski dansurin í Sumba blómar. Fríðbjørg er enn hvørt fríggjakvøld gjøgnum dansiveturin og kvøður við børnunum, lærir tey dansispøl og gevur børnunum av síni hollu vitan um dansin.
Í røðu sínari í sambandi við heiðurslønina greiddi Fríðbjørg frá, at Steinbjørn B. Jacobsen sáli, rithøvundur, yrkjari og lærari, plagdi at siga: “kasta breyðið á vatnið, tey eta tað einaferð”. Tað er ikki altíð, ein sær úrslitið beinanvegin, men tað kemur.
Orsøkin til, at Fríðbjørg er so eldhugað at menna føroyska dansin fyri børn, er, at hon sær føroyska dansin og kvæðini sum nakað serføroyskt. At dansa føroyskan dans gevur bæði vitan um miðevropeiska søgu, um lívið í Føroyum fyrr, og tað gevur rørslu og samveru. Nógv drama er í dansinum, mann livir seg inn í søguna saman. At enda staðfestir Fríðbjørg, at føroyski dansurin blómar í dag í Føroyum.
Grundgeving fyri at lata heiðursløn FURs til Time out hjá Sinnisbata
Time Out hjá Sinnisbata skipar fyri bólkum til børn og ung millum 12-18 ár, sum eru avvarðandi av fólki við sálarsjúku. Tað er týdningarmikið at lofta avvarðandi, tí teirra tørvur verður ofta settur til síðis ella gloymdur. Ung, sum hava luttikið, siga m.a., at tey kenna seg minni einsamøll, og at tey kenna seg aftur í støðuni hjá hinum luttakarunum - afturmeldingarnar hava verið sera góðar.
Dagmar Clothier, sum er ein av bólkaleiðarunum í verkætlanini Time Out, tók ímóti heiðurslønini.
– Sinnisbati tók stig til Time Out, tí vit sóu ein tørv hjá børnum og ungum, sum eru avvarðandi hjá fólki við sálarsjúku, greiðir Dagmar frá í røðu síni í sambandi við at Sinnisbati fekk heiðursløn FURs.
Børnini og tey ungu koma saman í bólkum, har tey hugna sær saman og deila sínar tankar og upplivingar. Oftast ganga tey við tonkunum, at eingin hevur tað sum tey, og at eingin skilur tey – tey kenna seg fullkomiliga einsamøll.
Tað eru børn og ung í Føroyum í familjum við sálarsjúku, har sálarsjúkan fyllir nógv og við hvørt alt. Avvarðandi børn og ung hava brúk fyri einum staði, har rúm er fyri at kunna seta orð á tað, sum fyllir í tonkunum og upplivingunum hjá teimum, og at hoyra onnur børn og ung siga frá – at vita, at tey ikki eru einsamøll.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 26. mars 2021
Enniberg loysti av Havnini mikumorgunin
Flakatrolarin Enniberg, sum kom heim úr Barentshavinum við 1000 tonsum í síðstu viku, er nú farin aftur til fiskiskap.
Enniberg loysti mikudagin, og setti kós móti Barentshavinum aftur, har teir hesaferð skulu fiska rækjur í russiskum sjógvi.
Við Enniberg eru 20 mans hendan túrin, og skipari er Karl Danielsen.
Enniberg roynir eftir rækjum við tveimum trolum, og manningin var spent at sleppa á rækjuveiðu.
Enniberg stutt áðrenn teir loystu av Havnini (Mynd: Sverri Egholm)
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 25. mars 2021
Skipið fekk í mánamorgunin maskintrupulleikar, tá tað var statt seks fjórðingar norður úr Kallinum
Tíðliga mánamorgunin vóru boð eftir Brimli, tá fiskiskipið Váðasteinur hevði fingið maskintrupulleikar.
Skipið varð statt seks fjórðingar norður úr Kallinum, og Brimil sleipaði tað á Toftir.
Sambært heimasíðuni hjá Vørn tók sleipið átta tímar og 25 minuttir.
Váðasteinur, sum hoyrir heima á Toftum, varð smíðað á Tórshavnar Skipasmiðju í 1977.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 22. mars 2021
“Sum rótskot” er í uppskoti at vinna Barna- og ungdómsbókmentavirðisløn Norðurlandaráðsins 2021
Hósdagin varð kunngjørt, at bókin “Sum rótskot” eftir Marjuna Syderbø Kjelnæs er í uppskoti til ársins Barna- og ungdómsbókmentavirðisløn hjá Norðurlandaráðnum.
Bókadeild Føroya Lærarafelags hevur givið bókina út, og har fegnast tey í dag á tilnevningina, skriva tey í tíðindaskrivi.
Í grundgevingini hjá Norðurlandaráðnum verður skrivað soleiðis um bókina:
“Bókin skrivar seg beint inn í tíð okkara við tí økokritiska ráki, sum sæst í nútímans bókmentum. Bókin er tó meira enn bert ein veðurlagsskaldsøga. Hon er eisini, og kanska uppaftur meira, ein søga um tað, sum hugtekur okkum menniskju – bæði vaksin og ung – í dag. Hetta er ein bók um, hvussu ungdómurin ber seg at í einum heimi við avbjóðingum. Bókin tematiserar evni sum veðurlagsbroytingar, nýtslu av skíggjum, rúsdrekkamisnýtslu, sorg, og harafturat stór og torskild evni sum samleika, seksualitet, vísindi og trúgv. ”
Stutt um bókina
Bókadeild Føroya Lærarafelags gav “Sum rótskot” út í 2020. Hendan ungdómsskaldsøga snýr seg um fýra vinfólk, sum vilja hava fólk at vakna og taka umhvørviskreppuna í álvara. Men tá tey velja at taka sakina í egnar hendur, fær tað avleiðingar, sum tey ikki høvdu ímyndað sær. Bókin viðger spurningar sum: hvat gert tú, tá fólk látast sum einki, meðan heimurin verður týndur? Og hvat gert tú, tá ein sjúka hóttir við at taka tína bestu vinkonu frá tær?
Marjun Syderbø Kjelnæs, fødd í 1974, hevur skrivað stuttsøgur, skaldsøgur, yrkingasøvn, barnabøkur, ungdómsbøkur, leikrit og sangtekstir. Hon hevur fingið fleiri virðislønir, m.a. Norðurlendska skúlabókavarðaprísin fyri ungdómsbókina “Skriva í sandin“ í 2011.
Marjun Syderbø Kjelnes hevur fyrr verið tilnevnd Barna- og ungdómsbókmentavirðisløn Norðurlandaráðsins. Tað var í 2010 fyri júst “Skriva í Sandin”
“Sum rótskot” fekk í fjør Mentanarvirðisløn Tórshavnar býráðs, og í ár fekk Marjun eitt árs starvsløn frá Mentanargrunni Landsins. Bøkurnar hjá Marjuni eru týddar til fleiri norðurlendsk mál umframt enskt, franskt og týskt.
Hini tilnevndu
Hini tilnevndu til Barna og ungdómsbókmentavirðislønina eru:
Danmark: Zakiya Ajmi fyri ungsómsskaldsøguna “Vulkan” og Adam O. fyri “Den Rustne Verden”, sum er eitt framtíðarepos
Finnland: Linda Bondestam fyri myndabókina “Mitt Bottenliv” og Siiri Enoranta fyri skaldsøguna “Kesämyrsky”
Grønland: Bolatta Silis-Høegh fyri myndabókina “Aima Qaqqap Arnaalu”
Ísland: Arndís Þórarinsdóttir og Hulda Sigrún Bjarnadóttir fyri ungdómsskaldsøguna “Blokkin á Heimsenda” og Lóa H. Hjálmtýrsdóttir ungdómsskaldsøguna “Grísafjörður: Ævintýri um vináttu og fjör”
Noreg: Ole Kristian Løyning og Ronny Haugeland fyri barnabókina “Min venn, Piraten” og Peter F. Strassegger fyri ungdómsskaldsøguna “Aleksander den store”
Samiska máløkið: Kirste Paltto og Laila Labba fyri ungdómsskaldsøguna “Jođašeaddji Násti”
Svøríki: Ylva Karlsson og Sara Lundberg fyri myndabókina “Jag och alla” og Elin Persson fyri ungdómsbókina “De afghanska sönerna”
Áland: Karin Erlandsson og Peter Bergting fyri ungdómsskaldsøguna “Nattexpressen”.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 25. mars 2021
Nólsoyingar skipa fyri sangmaraton leygardagin
Í dag verður skipað fyri einum øðrvísi tiltaki í Nólsoy.
Tey kalla tað sangmaraton, og avbjóðingin snýr seg um at syngja 42 og ein hálvan sang úr Sangbók Føroya Fólks út í eitt.
Tiltakið verður hildið í missiónshúsinum í Nólsoy, og tiltakið byrjar klokkan 16.30.
Tað er royndi kórleiðarin Leif Hansen, sum er stigtakari til tiltakið, ið er alment. Møguligt er hjá avbygdafólki at koma út til Nólsoyar við Jósupi, sum fer av Havnini kl. 16.30 og siglir innaftur klokkan 19.25 og 22.25.
Væntandi fer tað at taka góðar tríggjar tímar at taka marathon teinin í sangi, stendur í innbjóðingini.
Hetta slag av tiltøkum er ikki ókent í familjuni, um ein so kann siga. Kona Leif Hansen, Anne Mette Greve Klemensen skipaði í 2018 fyri einum sálmamaraton, har sungnir vóru 42,5 sálmar í Fuglafjarðar kirkju, har hon tá var prestur.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 22. mars 2021
- Málar myndir við poetiskum løddum tónleika og fjálgum skemti
Í gjár, fríggjadagin 26.mars, lat upp ein serframsýning í Víngarðinum í Havn við verkum eftir Fríðu Matras Brekku. Framsýningin í Víngarðinum er opin fríggjadagar og leygardagar.
Føroysk list er fjølbroytt, men í nógvari landslagslist verður dentur lagdur á tað stórbæra í landslagnum. Hjá Fríðu Matras Brekku er sjónarmiðið øðrvísi og meira inniligt og stillisligt við eygleiðingum av blómum, seyði og fugli. Meðan summar myndir eru merktar av einum serligum poetiskum løddum tómleika, eru aðrar fevndar av fjálgum skemti. Tær fínu laseringarnar og neyvleikin í strikuni siga okkum, at listakvinnan er dugnaligur handverkari.
Blómumálningar hava sína egnu listasøgu. Fyrr í tíðini var málningalist ikki hildin at vera hóskandi arbeiði hjá kvinnum, men blómumálningar vóru kortini góðtiknir sum eitt slag av málaðum broderíi, ið var nóg feminint hjá kvinnum at takast við.
Listafólk finna uppá ráð og duga at víðka um sjangrur. Tí kunnu blómumyndir innihalda nógv meira enn bara koloristiskan og formligan vakurleika. Blómumyndir kunnu eitt nú vera symbol og merkja alt møguligt. Gjøgnum blómumyndir kunnu listafólk lýsa sansaligt gróðursemi, kynslív, lív móti deyða, reinleika ella kærleika, men blómumyndirnar hjá Fríðu Matras Brekku sýnast um somu tíð grafiskt einfaldar og modernaðar.
Í myndini av einari stórari reyðari blómu er bakgrundin svarthvít og skjórut sum í einum ljósriti, ið sýnist sera øðrvísi í mun til ta flottu, málandi reyðu blómuna. Á henda hátt og við ítøkiliga at mála prentini við vatnlitum fær Fríða Matras Brekku fram mótsetningar í myndunum við tilsipingum til amerikanska popplist og við denti á tað ónatúrliga, kunsturliga. –
Fríða Matras Brekku er djóravinur – hennara myndir av seyði, djórum og fuglum sýnast fullar av kærleika. Ein spildurnýggj mynd er av einum bringureyða, ið er staðsettur miðskeiðis á myndaflatanum á eini grein, haðani hann við gløggum, glógvandi eygum skoðar út úr myndarúminum framvið áskoðaranum. Kanska hevur hann borið eyga við várið.
Skrivað hevur: Kinna Poulsen
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 25. mars 2021
Olaf Johannessen framførir einleikin í Løkshøll á páskum og í Norðurlandahúsinum í mai
Tá ið sjónleikurin ”Tann Komiska Tragedian” hjá Leikhús Skift í desember 2020 gekk í Løkshøll og Salt, varð hann sera væl móttikin av áskoðarum og ummælarum.
Nú kemur leikurin aftur í Løkshøll 3. og 5. apríl og í Norðurlandahúsinum 20., 21. og 22. mai.
“Tann Komiska Tragedian” eftir Evu Bonfanti og Yves Hundstad er einrøðuleikur við nógvum leiklutum, sum Olaf Johannessen allar spælir. Berandi eru serliga tveir leiklutir: Sjónleikarin og Rollan.
”Tann Komiska Tragedian” er at líkna við ein masterclass í sjónleiki. Sum masterclass er leikurin ein ferð í aldargamla illusiónshandverkinum: At spæla sjónleik. Samstundis viðmerkir leikurin hvat ið tað er, sum fer fram í skapaninni av “rollunum”/“leiklutunum” vit øll hava í okkara gerandislívi. Hava? Taka? Fáa?
Her, í leikinum, rennur reflektiónin yvir tað at spæla sjónleik saman við filosofiskari hugleiðing um eksistens.
Leikurin er spælandi, argandi og filosoferandi – ein kærleiksváttan til leiklistina og lívið. Hetta er ein skemtileikur har tey bæði, gaman og álvari, alla tíðina veksla hvørt um annað.
Gaman og álvari. Ljósið og myrkrið. Lívið og deyðin. Ævinleikin og tað tímiliga. Hugflogið og tað jarðbundna.
Brot úr ummælum
“tað krevur ... sum sagt ... agafasta leikstjórn og ein leikara, sum kann sína list út í odd og egg, skal ein sýning sum henda fáa flog og fynd...hetta minnir ikki sørt um vatnslitsmyndir ... ein vatnslitsmynd krevur neyv og skjót strok við penslinum ... bæði hegni og handahógv ... at mála við vatnlitum kann ofta síggja út sum var tað einki fyri og hvørsmansføri, men tað er vandasamt verk alt tað sama...eitt misstrok so er øll myndin spilt... í Løkshøll faftraði ongantíð á í sýningini...har var ein javnvág í framførsluni, eitt flog og eitt stev í henni...málaði seg inn í heilan strok fyri miðvíst strok ... og vit sótu málleysir eftir ... eg og ummælarin í mær ... tí tað sóu vit báðir ... her var tað guddómliga eingin yvirsjón ... ella barnslig miskiljing ... eingin gráhærd vara nakaðsumhelst eins og á Vaglinum á sinni ... hetta var tann ektaða listin ... list, ið ger mun... “
Carl Johan Jensen, Dimmalætting tann 11.12.2020
“– Og eg eri við at doyggja í látri, fer tað at vísa seg, fleiri ferðir í gjøgnum leikin. So herligt. At næstan doyggja í látri (…) – og so er tað so pínligt, og so sárt at tað fer beint inn. Heilt inn í eksistenskensluna. (…) Í løtum var tað sutt sagt sublimt“
Gunnvá Zachariassen, sjónleikari, 09.12.20 í Nón
“Her er talan um leikkynstur, leikaradisciplin, leikarahandverk og leikstjórn á sera høgum stigi. Olaf Johannesen, sjónleikari og listamaður prógvar við hesi uppseting, hví hann telist millum tey allarbestu.
Gulla Øregaard, fyrrv. leiðari í Sjónleikarhúsinum, Facebook 06.12.2020
Tíðindaskriv frá Leikhús SKIFT
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 23. mars 2021
Enskt er fyrsta val, tá ung skulu samskifta. Ung í Føroyum og Noregi eru tey, ið siga seg hava lættast við at skilja skandinaviskt
Málsliga landslagið í Norðurlondum sær øðrvísi út í dag enn fyri 70 árum síðani, tá norðurlendska samstarvið formliga byrjaði. Tey ungu í dag vaksa upp í einum globaliseraðum heimi, har enska málið er allastaðni, og norðurlendsku málini tí tykjast meira fjar.
Tað er niðurstøðan í eini nýggjari frágreiðing sum Norðurlendska Ráðharraráðið hevur gjørt til tess at lýsa støðuna hjá norrøna málfelagsskapinum millum ung fólk í dag.
Í Norðurlondum hava vit leingi hildið, at mál og mentan bindir okkum saman. Norðurlond hava søguliga sæð verið knýtt saman bæði mentanarliga, málsliga og politiskt.
Ráðharraráðið hevur spurt 2.000 ungar norðbúgvar í aldrinum 16 til 25 ár um teirra áskoðan á mál og mentan, og hvussu væl tey halda, at tey skilja tey skandinavisku málini.
Andrea Skjold Frøshaug og Truls Stende hava skrivað frágreiðingina, ið varð kunngjørd í farnu viku. Hetta fór fram á netinum – á enskum.
Ikki so lætt at skilja danskt, norskt og svenskt
Sambært Truls Stende eru niðurstøðurnar í frágreiðingini ikki óvæntað, hóast tey vísa at tað eru nógv ung, ið halda tað vera trupult at skilja skandinavisku málini.
- Tað eru stórir munir á londunum, tá vit hyggja eftir, hvussu nógv ung, ið halda, at tey hava lætt við at skilja grannamálini. Og í fleiri londum er ein stórur partur, sum eru ósamd í, at tað er lætt at skilja danskt, norskt og svenskt, sigur Truls Stende við heimasíðuna hjá ráðharraráðnum, norden.org.
Nøkur av úrslitunum frá kanningini:
Duga enskt betri enn teirra egna móðurmál
Niðurstøðan í frágreiðingini "Har Norden et språkfellesskap?" er tann sama, sum aðrar frágreiðingar í hesi øldini eru komnar fram til. Tær vísa, at tey ungu ikki skilja so væl skandinaviskt longur, men duga hinvegin nógv betur at málbera seg á enskum, enn ættarliðini undanteimum.
Orsøkin til hesa gongdina er enska ávirkanin, og at nýggj tøkni og sosialir miðlar hava broytt mátan, sum tey ungu samskifta, málbera seg og brúka mentanartilboð.
Ikki ein málkreppa kortini
Tá 60 prosent av teimum ungu siga, at tey heldur velja at tosa enskt, tá tey hitta aðrar norðbúgvar, so kann ein halda, at norðurlendska samanhaldið er við at fara fyri bakka. Men hesum er norski málfrøðingurin ikki samdur í.
- Tá hugt verður eftir hesum úrslitunum, so kann ein fáa tann tankan, at norðurlendska samanhaldið er í trupulleikum. Men møguliga er málfatanin ikki so týdningarmikil fyri norðurlendska samanhaldið, sum vit hava hildið. Í eini kanning frá 2017 svaraðu tey flestu, at tað eru samanfallandi samfelagsmodell og felags virðir, sum eru størstu orsøkirnar til, at norðurlond skulu samstarva – og ikki í so stóran mun felags málfatanin, sigur Truls Stende við norden.org.
Hóast tey ungu halda, at mál ikki er tað mest týðandi at samstarva um fyri norðurlond, so bendir kanningin eisini á, at tey halda, at mál er av týdningi, tá tað ræður um at skilja hvønn annan í persónligum samskifti. Tí er samlaða myndin ikki eitt antin-ella, men heldur eitt bæði-og.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 23. mars 2021
Streymurin kemur frá sjóvarfalsorkuverki á oynni Yell í Hetlandi
Tað er skotska fyritøkan Nova Innovation, sum stendur fyri hesum nýggjasta tiltakinum innan varandi orku í Hetlandi. Løðistøðan er eisini tann fyrsta í heiminum av sínum slag.
Seinastu fimm árini hava turbinurnar hjá fyritøkuni i Bluemull Sound nærhendis havnini í Cullivoe á oynni Yell framleitt streym til húsarhald og vinnuna í Hetlandi.
Simon Forrest, stjóri í Nova sigur við orkumiðilin Energy Voice, at teirra fyritøka hevur ment tøkni til at framleiða streym frá tí nógvu orku, sum er í sjónum. Hann sigur, at nú tey hava verið við til at veita streym til vanligu húsarhaldini, verður nú farið víðari til at kunna veita streym til akfør.
-Hetta er eitt stig á leiðini at koma veðurlagsbroytingunum til lívs og arbeiða fram móti null CO2 útláti. Hann vísir á, at í november fara øll heimsins eygu at hyggja at Skotlandi, sum fer at hýsa komandi veðurlagsráðstevnuni COP26. Hon verður í Glasgow.
Simon Forrest dylur ikki fyri, at teirra fyritøka fer at vekja ans á ráðstevnuni sum eitt stig á leiðini at framleiða orku úr flóð og fjør til bæði streym, upphiting og flutning, nakað, sum allur heimurin kann gera sær dælt av.
Í bygdini Cullivoe eru tey sera fegin um nýggju løðistøðina, sum fær orku frá sjóvarfalsverkinum í økinum. Nýggja orkustøðin er bygd við stuðuli frá almenna grunninum Transport Scotland.
Eisini í Føroyum verða royndir gjørdar við sjóvarfalsorku. Tað er fyritøkan Minesto, sum saman við SEV royndarkoyrir eina sjóvarfalsturbinu í Vestmannasundi. Hon framleiðir streym inn á netið hjá SEV.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 22. mars 2021
Tunnil millum høvuðsoynna og næststørstu oynna, Yell, er hart tiltrongdur halda tey á norðaru oyggjunum
Nýggi eysturoyartunnilin hevur elvt til nógvar greinir í miðlunum í Skotlandi, har tey øvunda okkum tað góða samferðslukervið sammett við tað skotska.
Í farnu viku hevði BBC stóra grein á netinum um støðuna í Hetlandi og ynskið har um at knýta fleiri oyggjar saman við undirsjóvartunnlum, eins og føroyingar hava gjørt.
Debbie Jamieson verður drigin fram sum dømi um ein hetlending, sum inniliga ynskir ein undirsjóvartunnil millum hetlendsku meginoynna og so Yell, sum er tann næststørsta oyggin og liggur beint norðan fyri Mainland.
Hon kemur úr Yell og vildi fegin búð har. Men av tí at hon starvast á sjúkrahúsinum í Lerwick hevur hon ikki møguleika fyri at búgva á Yell. Og hon er bert ein av nógvum, sum sita í somu støðu. Ferðambandið millum Toft og Ulsta ger tað illa møguligt at búgva á Yell og arbeiða í Lerwick, deils orsaka av skiftandi arbeiðstíðunum, og eisini deils tí at ferjusambandið er óregluligt orsaka av veðrinum ella tekniskum trupulleikum – nakað sum fleiri føroyingar eisini kenna til. Fergutúrurin har tekur vanliga umleið 20 minuttir.
100 oyggjar eru í Hetlandi, harav fólk búgva á teimum 16.
Ein annar, sum streingir á fyri at fáa gongd á tunnilsverkætlanirnar, er Ryan Thomson, sum er ráðslimur í Shetland Islands Council, umboðandi tær norðastu oyggjarnar.
Hann vísir á, at ferjusambandið er vorðið enn meira óálítandi seinastu áriniog mælir nú til, at tunnilsætlanirnar, sum fyrr hava verið frammi, verða tiknar framaftur.
Ein verkætlan, ið kann skumpa undir hetta, er ætlanin um rakettútskjótingarstøðina, sum skal byggjast á oynni Unst, sum er uppaftur longur norðuri. Henda verkætlan kann vera við til at skapa 350 nýggj arbeiðspláss í Hetlandi, og talar tí eisini fyri, at oyggjarnar Unst og Yell verða bundnar saman við Meinland við undirsjóvartunnlum, vísir ráðslimurin á.
Í løtuni tekur tað 45 minuttir at koyra umframt tveir ferjutúrar at koma úr Lerwick til Unst.
- Við at gera íløgur í samferðslukervið fer tað at gerast hugaligari at búgva á teimum norðaru oyggjunum. Vit síggja alla aðra staðni, har slíkar íløgur verða gjørdar, at tað hevur fólkavøkstur við sær, sigur Ryan Thomson við BBC.
Tey kenna eisini til hetta í Hetlandi. Tíðliga í sjeytiárunum vórðu brýr bygdar um smølu sundini til oyggjarnar Trondra og víðari til Burra. Á Trondra vaks fólkatalið næstu tíggju árini úr 17 til 88 og á Burra frá 565 til 850 og hetta talið hevur verið støðugt seinastu 40 árini, skrivar BBC.
Í Hetlandi eru tað fýra tunnlar, sum kunnu koma upp á tal í fyrsta umfari. Nevndu tunnlarnir av Mainland til Yell og víðari frá Yell til Unst. So er tað frá Mainland og til Whalsey nakað norðan fyri Lerwick og so út á oynna Bressay, sum liggur beint uttan fyri Lerwick.
So seint sum í 2016 roknaði Shetland Islands Council upp á eina slíka verkætlan, og hóast talan er um ein stuttan tunnil, varð kostnaðurin tá mettur til í minsta lagið 17 milliónir pund.
Tað eru hesar fýra ferjusambondini, sum hetlendingar í fyrstu atløgu ynskja verða avloyst við undirsjóvartunlum (Mynd: BBC)
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 21. mars 2021
Enn er ikki eydnast at fáa "Ever Given" leysa
Síðan mikumorgunin hevur stóra bingjuskipið “Ever Given” staðið fast á tvøran í Suez-veitini nærhendis býin Suez. Harvið er týdningarmikla ferðslan gjøgnum veitina tarnað, og skipini, sum bíða eru farin at hópa seg upp báðu megin við.
Enn er ikki eydnast at fáa 200.000 tons tunga, 400 metra langa og 59 metra breiða skipið leyst aftur.
Hendir hetta ikki skjótt, skulu skip og reiðarí umhugsa um tey skulu sigla suður um Afrika í staðin fyri gjøgnum Suez-veitina.
- Hetta fer at merkja seinkingar av vørunum. Tað merkir eisini, at nógv meira brennievni skal brúkast. Og sjálvandi gerst flutningurin dýrari, sigur Jacob Clasen, varastjóri í Danske Rederier við Ritzau.
Sambært Reuters verður um 12 prosent av øllum heimsins farmi fluttur gjøgnum Suez-veitina. Í 2020 fóru 1,17 milliardir tons av farmi gjøgnum veitina, upplýsir Suez Canal Autority.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 25. mars 2021
Sambært World Happiness Report hjá ST eru Finnland, Ísland og Danmark tey trý eydnusamastu londini í heiminum í 2021
Sambært World Happiness Report hjá ST fyri ár 2021, eru finnar aftur heimsins eydnusamasta fólk – fyri fjórða ár á rað.
Kanningin byggir á uppgerð frá Gallup við tølum frá 149 londum. Gallup hevur spurt fólk í øllum londunum, hvussu eydnusom tey meta seg vera, og hartil byggir kanningin eisini á dátur um btú, sosialar veitingar, persónligt frælsi, sálarsjúku, og korruptjón.
Sambært Ritzau hevur tað í ár ikki borið til at gjørt greingina yvir eydnusamastu londini sum vanligt, orsakað av korona, og upplýsingar mangla tí úr fleiri londum.
Meðan Finnland liggur á 1. plássinum á listanum yvir heimsins eydnursamastu lond, liggja Ísland og Danmark á ávikavíst 2. og 3. plássi. Síðani koma Sveis, Holland og Svøríki. Noreg er farið trý pláss niður á listanum og liggur í løtuni sum nummar átta.
Tey minst eydnusomu londini í ár eru Simbabvi og Afghanistan, sum liggja ávikavíst næstniðast og niðast á listanum.
Top 20 listin
1. Finnland
2. Ísland
3. Danmark
4. Sveis
5. Holland
6. Svøríki
7. Týskland
8. Noreg
9. Nýsæland
10. Eysturríki
11. Ísrael
12. Avstralia
13. Írland
14. USA
15. Kanada
16. Kekkia
17. Belgia
18. Stórabretland
19. Kina
20. Frakland
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 20. mars 2021
Svøríki: 23 ára gamli Yasin Mahamoud er skuldsettur og dømdur fyri fleiri brotsverk
Vælumtókti svenski rapparin, Yasin Mahamoud, best kendur sum Yasin, vann farna vikuskiftið tvær heiðurslønir, tá tónleikavirðislønirnar P3 Guld vórðu latnar.
23 ára gamli rapparin vann heiðurslønirnar Ársins Listafólk og Ársins Hiphop.
Høvuðspersónurin var ikki til staðar sjálvur fyri at taka ímóti heiðrinum. Hann situr í varðhaldsfongsli í einum máli, har hann kann verða dømdur 18 ára fongsul.
Sambært blaðnum Expressen varð Yasin Mahamoud handtikin gamlaárskvøld undir illgruna fyri at hava burturført ein annan vælumtóktan svenskan tónleikara, hvørs navn tó ikki er komið fram. Hann hevur síðan sitið í varðhaldi.
Málið hevur fingið nógva umrøðu í Svøríki, og tað skapti eisini kjak tá hann varð tilnevndur tvær P3 Guld. Kjakið snúði seg um, hvørt tað er rætt at geva einum lógarbrótara talutíð.
Hetta er nevniliga ikki fyrstu ferð, at hann er blandaður í lógarbrot. Sambært dr.dk er hann tikin fleiri ferðir og hevur sitið í fongsli fyrr eisini.
Í 2018 varð hann dømdur tvey ár og tríggjar mánaðir í fongsul fyri eina røð av brotsverkum við skotvápnum.
Í fjør varð hann handtikin í sambandi við brotsverk við tilknýti til brotsmannalið. Hann var eisini undir illgruna at hava samband við eitt dráp. Men hann varð leyslatin tríggjar mánaðir seinni, vegna vantandi prógv.
Tað er Sveriges Radio, sum stendur fyri P3 Guld-virðislønirnar. Har hava tey hildið fast um, at tilnevningin einans tekur støði í hansara listarliga arbeiði.
Ársins Listafólk verður funnið við eini almennari atkvøðugreiðslu. Ársins Hiphop verður funnið helvt um helvt umvegis eina dómsnevnd og eina almenna atkvøðugreiðslu.
Umframt Yasin, var tað eisini ein annar, sum varð heiðraður við tveimum P3 Guld virðislønum í gjárkvøldið. Victor Leksell gjørdist Ársins poppnavn, og vann eisini fyri ársins lag, “Svag”.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 21. mars 2021
36 ára gamli bretski prinsurin hevur fingið starv í fyritøkuni BetterUp, sum fæst við coaching og sálarheilsu
Bretski Harry prinsur og konan, Meghan Markle, fluttu í fjør til amerikanska statin Kalifornia, og í farna mánaði varð boðað frá, at tey vera ikki aftur at síggja sum ein aktivur partur av kongshúsinum. Nú hevur prinsurin eisini fingið nýtt starv í Silicon Valley í San Francisco.
36 ára gamli prinsurin hevur fingið eitt leiðslustarv í fyritøkuni BetterUp, sum fæst við coaching og sálarheilsu.
Nýggja starvsheiti hansara er "chief impact officer", skrivar Reuters.
Við Wall Street Journal sigur Harry prinsur:
– Eg ætli mær at hjálpa fólki við at fáa ávirkan í teirra lívi. Forvirkin coaching gevur óendaliga nógvar møguleikar fyri persónliga menning, meira tilvit og eitt betri lív sum heild.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 23. mars 2021
Í einum misjøvnum avrikið í rótutum dysti, har eitt stórt persónligt mistak kostaði tíðliga, var tað eitt skot frá innskifta Meinhardi Egilssyni Olsen, sum rakti ein mótstøðuleikara, ið tryggjaði Føroyum eitt stig
Føroyar eru komnar í gongd í HM-undankappingini við einum stigi á útivølli. Hetta er ikki nakað, ið er so galið, og serliga ikki tá mótstøðuliðið er á odda í 70 minuttir. Tó var tað langt frá alt í føroyska spælinum og avrikinum, sum var nóg gott í dystinum móti lægst styrkismetta liðnum í bólkinum. Tað manglaði millum annað góðsku í allarflestu fríspørkunum, og samanspælið hekk ikki heilt saman. Tó var stríðsviljin har, og føroyingar fingu so líðandi skapt nakrar góðar støður og fingu eitt týðandi mál seint í dystinum.
Liðið hjá Håkani Ericson sá gott út fyrstu minuttirnar, men í 9. minutti misti Sonni Ragnar Nattestad bóltin í uppsælinum, sum í høvuðsheitinum ikki var gott hjá Føroyum fyri steðginum. Hetta varð revsað við kassa 1, og so var mótbrekka.
(Mynd: Aleksandar Djorovic / portal.fo)
Odmar Færø noyddist út fyri steðgin orsakað av skaða í fótinum (Mynd: Aleksandar Djorovic / portal.fo)
Fyriuttan tvey hornaspørk gjørdist føroyingar ikki vandamiklir fyri steðgin, men "úttrykið" var í høvuðsheitinum betri í æðrum hálvleiki. Eftir áleið ein tíma høvdu bæði liðini ein stóran møguleika hvør innan ein minutt: Fyrst bjargðu moldovar í fimm-metrinum eftir at gott føroyskt spæl endaði við, at Jóan Símun Edmundsson royndi seg, og síðani rakti Damascan stongina, tá hann royndi seg av brotsteigarmarkinum.
Annars vóru føroyingar omaná og høvdu bóltin meira, umframt fleiri málroyndir. Tær vóru tó fáar, og tað skuldi eitt blokerað skot til, fyri at bólturin stakk í moldovska málið.
Talan var tó um nakrar góðar føroyskar atgerðir: Raski Gunnar Vatnhamar vann bóltin mitt á moldoviski hálvuni, Brandur Hendriksson hugsaði skjótt og spældi væl saman við innskifta Jóannes Bjartalíð, ið kom væl inn í dystin, og síðani fann skálvíkingurin Meinhard Olsen, ið hevði runnið rætt. Innskifti Bryne-leikarin royndi seg nakað til vinstru í brotsteignum, og umvegis eitt moldoviskt bein, fór bólturin í mál til 1-1, ið eisini gjørdist endaliga úrslitið, og tað var helst rættvíst.
Undir Håkani Ericson og hansara toymi hava Føroyar nú vent 0-1 til 1-1 fýra ferðir, og hava ongan kappingardyst tapt. Sunnudagin verður ein stór og áhugaverd avbjóðing á skránni í Eysturríki
Undankapping til HM 2022 - bólkur F
Chisnau Zimbru stadion - 25. mars
Moldova - Føroyar 1-1 (1-0)
9' Ion Nicolaescu 1-0
83' Meinhard Egilsson Olsen 1-1
Føroyar (4-4-2): Gunnar Nielsen - Gilli Rólantsson Sørensen, Odmar Færø (40' Heini Vatnsdal), Sonni Ragnar Nattestad, Viljormur Davidsen - Sølvi Vatnhamar (78' Ári Mohr Jónsson), Gunnar Vatnhamar, Hallur Hansson (L - 68' Jóannes Bjartalíð), Brandur Hendriksson Olsen - Klæmint Andrasson Olsen, Jóan Símun Edmundsson (78' Meinhard Egilsson Olsen)
Hini úrslitini í bólkinum:
Ísrael - Danmark 0-2
Skotland - Eysturríki 2-2
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 25. mars 2021
Málskjúttin, sum tryggjaði Føroyum javnleik, verður mettur at vera dagsins leikari av lesarum hjá Portalinum
Fleiri enn 1400 lesarar atkvøddu um hvør skal vera dagsins leikari í dystinum millum Moldova og Føroyar í Chisinau.
25 prosent hildu, at Meinhard Egilsson Olsen var tann av føroysku leikarunum sum gjørdi tað best. Einki løgið í tí, tí tað var hann, sum skoraði málið til 1-1, og tryggjaði Føroyum javnleik í einum annars rótutum dysti.
Tá Føroyar spæla móti Eysturríki á Ernst-Happel stadion í Wien sunnudagin fer aftur at bera til at dagsins leikara aftan á dystin.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 25. mars 2021
19 ára gamla Lív S. Poulsen fer næsta kappingarár at spæla við danska hondbóltsfelagnum Ajax
Hondbóltsfelagið í Keypmannahavn, Ajax, hevur gjørt sáttmála við føroyska landsliðsleikaran, Lív S. Poulsen.
19 ára gamli vestmenningurin hevur spælt í ungdómsdeildini hjá felagnum Herning-Ikast síðani 2017, og fer nú at royna seg í bestu donsku hondbóltsdeildini hjá kvinnum.
Seinastu tíðina hevur hon spælt við StÍF, og heldur sum skilst eisini fram har, tað, sum er eftir av kappingarárinum.
- Eftir fleiri góð ár í Herning-ikast, ynskti eg at royna nakað nýtt, og helt at Ajax ljóðaði áhugavert. Nú hetta verður fyrsta kappingarár í fremstu røð, síggi eg skiftið sum ein góðan møguleika at venja og spæla á einum væl hægri støði, og menna meg sum spælara, sigur Lív S. Poulsen við heimasíðuna hjá Ajax.
- Eg gleði meg at sleppa at spæla, sigur hon.
(Savnsmynd: Sverri Egholm)
Lív S. Poulsen var síðsta vikuskiftið við A-landsliðnum hjá kvinnum, sum royndi seg í HM-undankapping í Hvítarusslandi. Í dystinum, sum Føroyar spældu móti vertunum, skoraði Lív S. Poulsen eitt mál.
Ajax København liggur í niðara endanum í bestu donsku kvinnudeildini.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 20. mars 2021
Við stórsigri leygardagin, er KÍ aftur ovast á stigatalvuni, og er einasta lið við fullari úrtøku higartil. Fýra dystir í Betri deildini vórðu leiktir farna leygardag, og nú verður ein landsliðssteðgur í góðar tvær vikur
Fýra dystir vórðu leygardagin leiktir í bestu fótbóltsdeildini hjá monnum.
Mest merkisverda úrslitið hetta umfarið var uttan iva málleysi javnleikurin millum B36 og B68. Toftamenn kundu sostatt fegnast um fyrstu stigini í ár, meðan B36 iðraðu seg um nógvu misnýttu málmøguleikar.
Klaksvíkingar vóru á vitjan hjá TB í Trongisvági, sum ofta kann vera trupult. Men hesaferð hevði KÍ tamarhald á dystinum, og vann stórt, heili 5-0. Páll Klettskarð, sum kom á vøllin tá ein góður tími varð leiktur, skoraði sítt 125. mál fyri KÍ.
Í Fuglafirði vóru Uros Stojanov og Filip Djordjevic upp á spæl, og syrgdu fyri at ÍF vann 3-1 móti uppflytarunum úr 07 Vestur.
NSÍ tók í Runavík ímóti EB/Streymi. Runavíkingar vóru stórfavorittar undan dystinum, og gjørdu eisini sína skyldu. Tað skuldi kortini ganga ein heilur tími áðrenn Betuel Hansen kom á máltalvuna og legði NSÍ á odda 1-0. NSÍ vann dystin 3-0, og fekk fyrstu stigini í ár á kontuna.
Fimti dysturin hetta umfarið varð spældur síðsta fríggjakvøld, tá Víkingur og HB brustu saman í Sarpugerði. Víkingur vann 2-1, hóast HB hevði stóran part av spælinum.
KÍ liggur tí framvegis ovast á stigatalvuni eftir trý umfør, og er einasta liðið sum hevur fingið fulla úrtøku. Nú verður landsliðssteðgur í landskappingini hjá monnum.
Víkingur - HB 2-1
67’ Michal Przybylski 0-1
73’ Jákup Johansen 1-1
76’ Andreas Lava Olsen 2-1
ÍF - 07 Vestur 3-1
5’ Filip Djordjevic 1-0
65’ Uros Stojanov 2-0
76’ Erling Myklebust 2-1
84’ Filip Djordjevic 3-1
B36 - B68 0-0
TB - KÍ 0-5
10’ Jóannes Bjartalíð 0-1 (br.)
54’ Sumareh Bubacarr 0-2
56’ Sumareh Bubacarr 0-3
67’ Páll Klettskarð 0-4
77’ Jonn Johannesen 0-5
NSÍ - EB/Streymur 3-0
58’ Betuel Hansen 1-0
73’ Mikkel Elbæk Jakobsen 2-0
85’ Petur Knudsen (br.) 3-0
1. KÍ (9 stig)
2. ÍF (7 stig)
3. Víkingur (7 stig)
4. B36 (5 stig)
5. HB (4 stig)
6. NSÍ (3 stig)
7. 07 Vestur (3 stig)
8. EB/Streymur (2 stig)
9. B68 (1 stig)
10. TB (0 stig)
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 20. mars 2021
Teir hava báðir skorað 125 mál fyri KÍ
KÍ kundi leygardagin fegnast um at vinna 5-0 móti TB í Trongisvági, sum í sær sjálvum er væl klárað, tí klaksvíkingar hava seinastu árini havt tað trupult á útivølli móti tvøramonnum.
Men samstundis kundu tey í KÍ eisini fegnast um mannin við nummar níggju á rygginum, Páll Klettskarð, sum við sínum máli í 67. minutti kom ájavnt við metið hjá Kurt Mørkøre sum mest skorandi Kí-leikari við 125 málum.
Hetta var uttan iva ikki seinasta málið hjá Pálli Klettskarð, sum eftir landsliðssteðgin í dysti móti HB við Djúpumýrar 7. apríl, helst fær møguleikan at taka metið hjá Kurt Mørkøre.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 20. mars 2021
Lutakast hevur verið um hvussu spælast skal í kappingini um Løgmanssteypið
Lutakast til undanumfarið og 1. umfar í kappingini um Løgmanssteypið var í 3-2 mánakvøldið.
Tað gjørdist greitt, at steypavinnararnir frá í fjør, HB, skulu ein túr til Trongisvágs. Eisini verður toppbrak við Djúpumýrar, har NSÍ kemur á vitjan hjá oddaliðnum í landskappingini, KÍ.
Heili 18 lið eru teknað til kappingina, og tí verður eitt undanumfar leikt mánadagin 5. apríl. Har gjørdist greitt at Royn og FC Hoyvík hittast í Hvalba, meðan MB og Undrið FF spæla í Miðvági.
1. umfar í kappingini verður leikt sunnudagin 18. apríl, og niðanfyri sæst yvirlit hvørjir dystirnir verða. Finalan verður í ár væl fyrr enn hon var í fjør, og verður longu 6. november.
Undanumfar 5. apríl
Royn-FC Hoyvík
MB-Undrið FF
1. umfar 18. apríl
B68-EB/Streymur
B36-AB
TB-HB
KÍ-NSÍ
07 Vestur-Vinnari 1 (Royn ella FC Hoyvík)
B71-Vinnari 2 (MB ella Undrið FF)
ÍF-FC Suðuroy
Víkingur-Skála
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 22. mars 2021
U19-landsliðið við dreingjum hevur fingið nýggjan venjara – Sigfríður avloysir Áka Johansen
Tað er við nýggjum venjara, at U19-dreingirnir nú fara undir landsliðsárið 2021. Nýggi maðurin á brúnni er Sigfríður Skaale Clementsen.
– Eg eri spentur til uppgávuna, og gleði meg til fyrstu venjingarnar. Tað eru eisini tveir spennandi árgangir, ið eg havi at arbeiði við, so nú ræður um at fáa tað bestu burturúr, sigur Sigfríður Clementsen við heimasíðuna hjá FSF.
Umframt at skula fyrireika seg til EM-undankappingina, sum verður í heyst, har mótstøðulondini vera Grikkaland, Týskland og Russland, skulu U19-dreingirnir eisini fyrireika seg til ein venjingardyst ímóti Íslandi, sum verður á Svangaskarði 6. juni.
Til ársins fyrstu venjingar, sum vera hetta vikuskiftið, hevur Sigfríður Clementsen, ið eisini er ein av fótbóltsmennarunum hjá FSF, sent boð eftir 31 spælarum – fýra málmonnum og 27 útispælarum.
Hópurin
Hans Jákup Arngrímsson, Víkingur
Fayo Kruse, EB/Streymur
Kristian Dam Petersen, HB
Líggjas Heðinsson, ÍF
Bergur J. Poulsen, Víkingur
Fríði í Túni Petersen, B68
Eiler Fróðason, 07 Vestur
Símun Kalsø, KÍ
Elias Isaksen, Víkingur
Mathias Weihe Joensen, B36
Jákup N. Wilhelmsen, KÍ
Filip Kruse Johannesen, EB/Streymur
Sigurð J. Rasmussen, B36
Fríði á Borg, B36
Martin Agnarsson, B36
Poul Kallsberg, Skála
Eivind R. Mouritsen, HB
Tóki H. á Lógv, KÍ
Jákup Andrias Thomsen, Víkingur
Jákup Hummeland, EB/Streymur
Emil Weihe Joensen, ÍF
Beinir Nolsøe, NSÍ
Andreas Midjord, TB
Olaf Bárðarson, Víkingur
Suni Hansen, NSÍ
Jørgin Nielsen, NSÍ
Jóhann J. Højbro, ÍF
Marjus Egilstoft Nielsen, 07 Vestur
Pætur Augustinussen, FC Suðuroy
Rani W. Sørensen, HB
Bogi Hentze, B71
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 20. mars 2021
Teir vunnu ikki gullið á vøllinum, men KÍ hevði nógv tað størsta yvirskoti í 2020
Tað er ymist hvussu tað hevur hilnast á pappírinum hjá føroysku fótbóltsfeløgunum. Bolt.fo hevur fingið hendir á yvirliti yvir botnlinjuna hjá feløgunum í 2020.
Øll feløgini sum skulu luttaka í bestu deildunum ella næstbestu deildini hjá monnum hava skyldu til at lata roknskapin inn. Tí eru øll feløgini, sum í 2021 luttaka í hesum deildum við í yvirlitinum fyri roknskapin 2020.
KÍ, sum gjørdist meistari í 2019, hevði nógv tað besta úrslitið í 2020, og hevði knappar fimm milliónir í yvirskoti. Næst á listanum er B36 við góðum tveimum milliónum í yvirskoti, og niðurflytararnir Skála hava triðbesta úrslitið við 1,2 milliónum í avlopi.
HB vann greipuna í fjør, og kann gleða seg til stórar inntøkur í 2021, men botnlinjan fyri 2020 sær ikki gott út. Tølini siga eitt undirskot upp á góðar tvær milliónir krónur.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 21. mars 2021
NSÍ-kvinnurnar vóru ikki nóg effektivar. Tað vóru klaksvíkskvinnur hinvegin og vunnu 3-1. Í Gundadali fór Víkingur avstað við øllum
Besta kvinnudeildin í fótbólti varð skotin í gongd farna vikuskiftið. Teir báðir fyrstu dystirnir vórðu leiktir leygardagin, og hinir sunnudagin. Tey bæði nýggju liðini fingu seg roynd leygardagin, og taptu bæði stórt. HB vann 6-0 móti 07 Vestur, og EBS/Skála vann 5-0 móti AB/B71.
(Mynd: Sverri Egholm)
Sunnudagin var spennandi uppgerð í Klaksvík, har NSÍ, sum fleiri meta vera ein av avbjóðarunum til FM-heitið í ár, var á vitjan hjá KÍ. Hóast kvinnurnar úr Runavík royndu at trýsta við Djúpumýrar seinnapartin, so eydnaðist tað ikki at fáa bóltin inn meira enn einaferð.
Hervør Olsen legði fyri í dystinum við at leggja KÍ á odda í 23. og 26. minutti. Lítla løtu seinni fekk KÍ brotsspark og kundi økja til 3-0, men Sjarlotta Joensen í NSÍ málinum bjargaði royndini frá Rannvá B. Andreasen.
Beint fyri hálvleik eydnaðist NSÍ at fáa bóltin framvið Óluvu Allansdóttir Joensen í KÍ-málinum, tá Maria Vinjardsdóttir Johansen minkaði um munin til 2-1.
NSÍ royndi at trýsta, og kom í góðar støður. Inn í KÍ-málið vildi bólturin ikki, og beint fyri leiklok ar mál hinumegin, og innskifta Rutt Gregeren skoraði hennara fyrsta mál bestu kvinnudeildini til 3-1, sum eisini gjørdist úrslitið.
Í Havn var Víkingur á vitjan hjá B36. Gestirnir fingu brotsspark tá bara 10 minuttir vórðu leiktir av dystinum, men Jensa Tórolvsdóttir brendi. Smáar tjúgu minuttir seinni var aftur brotsspark til Víking, og hesaferð setti Mona Rasmusdóttir bóltin í netið til 1-0. Fleiri mál komu ikki í dystinum.
Mona Rasmusdóttir setti bóltin í netið til 1-0 við brotssparki (Mynd: Sverri Egholm)
Tær kunnu fegnast í Víkingi, nú í ljósabláum. Seinastu árini hava tær havt felagslið saman við ÍF og B68, men hava tikið seg úr samstarvinum (Mynd: Sverri Egholm)
KÍ - NSÍ 3-1 (2-1)
23' Hervør Olsen 1-0
26' Hervør Olsen 2-0
42' Maria Johansen 2-1
85' Rutt Gregersen 3-1
B36 - Víkingur 0-1 (0-1)
28’ Mona Rasmusdóttir 0-1 (br.)
07 Vestur - HB 0-6 (0-4)
30’ Sara Samson Lamhauge 0-1
33’ Julia Naomi Mortensen 0-2
42’ Sunniva Willlemoes 0-3
45’ Sunniva Willlemoes 0-4
61’ Jónvá Hentze 0-5
88’ Sara Samson Lamhauge 0-6
EBS/Skála - AB/B71 5-0 (5-0)
11’ Rakul Vesturdal Magnusen 1-0
24’ Randi Fagradal 2-0
25’ Randi Fagradal 3-0
29’ Silja Pálsdóttir Augustinussen 4-0
33’ Lea Lisberg 5-0
1. HB (3 stig)
2. EBS/Skála (3 stig)
3. KÍ (3 stig)
4. Víkingur (3 stig)
5. B36 (0 stig)
6. NSÍ (0 stig)
7. AB/B71 (0 stig)
8. 07 Vestur (0 stig)
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 21. mars 2021
Vestmenningar javnaðu við brotskasti í síðsta sekundi, og tryggjaðu sær fyrsta plássið í deildini
Við javnleiki 34-34 móti Team Klaksvík mikukvøldið, tryggjaði VÍF sær fyrsta plássið í deildini, og harvið besta útgangsstøðið í hálvfinalunum. Undan dystinum livdi vónin framvegis hjá klaksvíkingum at fáa eitt av teimum gyltu hálvfinaluplássunum, men ein sigur var eitt krav.
Vestmenningar løgdu væl út, men sum heild var fyrri hálvleikur illa spældur. Nógv mál komu í gjøgnum, og tá liðini fóru til hálvleiks var støðan 20-18 til Team Klaksvík.
Í seinna hálvleiki kom avloysarin fyri Mladen Mjerimacka í VÍF-málinum, Jóhan Hofgaard, veruliga fyri seg og helt vestmenningum inni í dystinum. Tá einir 11 minuttir vóru eftir av dystinum løgdu vestmenningar seg á odda fyri fyrstu ferð í dystinum, og eina løtu vóru fýra mál á muni.
Team Klaksvík jagstraði framvegis sigurin, meðan vestmenningar tóktust halda seg hava fingið sigurin í hús. Tá bara hálvur minuttur var eftir, komu klaksvíkingar fram um við einum máli, men í síðsta álopinum í dystinum fær VÍF brotskast. Team Klaksvík-spælarar og venjarar ónøgdir, men Filip Jojic varð settur at skjóta, og hann var tryggur.
34-34 til VÍF, sum tryggjar sær fyrsta plássið.
H71 og KÍF spældu í Hoyvík, og har vunnu hoyvíkingar 27-26.
1. VÍF (27 stig)
2. H71 (25 stig)
3. Neistin (19 stig)
4. KÍF (18 stig)
5. Team Klaksvík (15 stig)
6. Kyndil (8 stig)
7. StÍF (8 stig)
Fýra tey ovastu liðini vinna sær pláss í hálvfinalunum.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 24. mars 2021
Liðskiparin hjá Viking Stavanger hevur longt sáttmálan
Í hondbóltsfelagnum Viking í norska býnum Stavanger fegnast tey um, at liðskiparin í felagnum, Helgi Hildarson Hoydal, verður víkingur í enn eitt kappingarár.
Heimasíðan hjá Viking Håndball skrivar, at felagið nú hevur skrivað sáttmála við Helga Hildarson Hoydal um at spæla í myrkabláa búnanum í komandi kappingarári eisini.
Tað er virðing fyri føroyska strikuspælaranum í Stavanger. “Hann er ein týðandi mentanarberi og hevur havt sera nógv at týða fyri felagið hesi trý árini hann hevur spælt fyri okkum. Tí er tað gleðiligt, at liðskiparin nú hevur skrivað nýggjan sáttmála”, skrivar heimasíðan.
Í Noregi er hondbólturin darvaður av, at kappingin hevur ligið still í fleiri vikur orsaka av korona.
Nú verður bíðað eftir, hvat Norges Håndballforbund fer at gera av viðvíkjandi inniverandi kappingarári.
Helgi Hoydal í føroysku landsliðstroyggjuni undanfarna vikuskiftið (Mynd: Jens Kr. Vang)
Viking Stavanger er nýuppflytari í ár, og stríðist í botninum í bestu norsku hondbóltsdeildini. Felagið hevur fingið 9 stig fyri 16 dystir og tað er sama stigatal, sum tvey onnur lið, Fjellhammer og Sandefjord, hava fingið, men fyri 17 dystir. Viking liggur tó nær niðurflytingarstrikuni, er millum tey liðini, sum í løtuni skulu í serliga kapping fyri at sleppa at halda fram í bestu deildini.
Felagið rósar nú Helga fyri at ganga undan – eins og hann eisini gjørdi í fjør – og skriva sáttmála, hóast tað í løtuni er óvist hvar liðið kemur at spæla næsta ár.
Sjálvur sigur Helgi Hoydal við heimasíðuna, at hann trívist væl í Viking.
- Eg trívist væl í býnum og havi fingið ein alsk til felagið. Eg haldi, at tað hendir nógv spennandi her og tað er ein heiður fyri meg at vera við í royndini at gera felagið til eitt støðugt lið í bestu deildini, sigur hann.
Høvuðsvenjari í Viking er onglendingurin, Scott Harrington, ið eisini er kendur í føroyskum hondbólti. Eisini hann fegnast.
- Fyri meg sum venjara er tað avgerandi, at liðskiparin heldur fram. Helgi hevur verið týðandi í uppbyggingini av mentanini í felagnum hesi seinastu árini. Helgi hevur ein spælistíl, sum fer at hóska sera væl inn í ætlanina fyri næsta kappingar, sigur Scott Harrington.
Tríggir føroyskir landsliðsspælarar spæla við Viking. Umframt helga eru tað Kjartan Johansen og Jónas G. Djurhuus.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 21. mars 2021
Ungu hoyvíkingarnir tryggjaðu sær gullið, og harvið eisini greipuna, við sigri á Kyndli í týskvøldið
Nú vit koma longur út á várið, koma kappingarnar í ymsu vetrarítróttunum at enda. Soleiðis er millum annað í ungdómshondbólti, og týskvøldið varð seinasti dysturin í kappingini hjá U18-dreingjunum leiktir.
Talan var um ein avgerðandi dyst, tí H71 skuldi hava stig í Høllini á Hálsi fyri at yvirhála vestmenningar, sum vóru á 1. plássinum og sum høvdu spælt sín seinasta dyst.
Tað eydnaðist eisini hjá hoyvíkingum at vinna og harvið tryggjað sær føroyameistaraheitið hjá dreingjum 18 í tættari kapping við VÍF. H71 vann 42-30 á Kyndli. Neistin fær bronsuna.
Av tí at H71 eisini vann steypafinaluna - 32-22 á Neistanum - so eru hoyvíkingar greuipuvinnarar hjá U18 fyri 2020/2021
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 24. mars 2021
Fjallasúkklarin gjørdist aftur skjótastur hesaferð í tíðarkoyring
Farna leygardag var annað umfar av Giant Várkapping, sum Tórshavnar Súkklufelag skipar fyri.
Av teimum 14 súkklarunum sum vóru meldaðir til, var ein luttakari frá Fjallasúkklufelagnum. Helgi Winther Olsen hevði leitað sær kappsúkkluna fram.
Í fyrsta umfari av kappingini, ið var 27. februar var Helgi skjótasti súkklari, og skuldi tí byrja sum síðsti maður. Soleiðis verður vanliga gjørt í tíðarkoyring, har tað antin eru úrslitini frá seinastu kappingin ella ein styrkismeting sum avgerð hvør fer fyrst og og hvør fer síðst.
Helgi súkklaði alt tað hann átti, og kom aftur hesaferð á mál við skjótastu tíð. Fyri hvørja kapping verða stig givin, soleiðis at vinnarin fær 7 stig, nummar tvey fær 5 stig, nummar trý fær 4 stig osfr.
Øll sum luttaka fáa 1 stig. Stigini verða til endans tald saman fyri fýra tær bestu kappingarnar hjá hvørjum, og samlaði vinnarin síðani funnin bæði hjá kvinnum og monnum.
Teinurin, sum varð súkklaður leygardagin var sokallaði FM-klassikarin úr Havn til Kaldbaks og aftur við byrjan og máli við Plantusøluna við Hvítanesvegin.
Helgi Winther Olsen súkklaði teir 29 kilometrarnar í tíðini 44 minuttir og 12 sekund. Dávur Magnusen kom á mál 45 sekund eftir og Jákup Petur Eliassen tveir minuttir og 34 sekund eftir.
Besta kvinna var Rigmor Rasmussen við tíðini 1 tíma, 4 minuttir og 22 sekund.
Næsta kapping, ið Tórshavnar Súkklufelag skipar fyri, verður skírisdag. Tá verður kappast í landavegsúkkling, Tórshavn, Saksun, Vestmanna.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 22. mars 2021
Sunnukvøldið varð stovnandi aðalfundur á Eiði, og eitt nýtt dartfelag sá dagsins ljós
Í 2019, vóru Føroyar alment viðurkendar sum limatjóð í heimsdartssambandinum WDF. Hetta er ein liður í at vaksa um áhugan og betra um umstøðurnar hjá dart-ítróttinum í landinum.
Sjey dartfeløg eru í Føroyum og kappast verður dúgliga teirra millum. Bestu føroysku leikararnir fara javnan útum landoddarnar at kappast í ymsum norðurlendskum kappingum.
Skipa seg á Eiði
Á keiøkinum er nógv virksemi dag út og dag inn. Trukkarnir koyra hvør um annan og bygningarnir vera allir nýttir til ymiskt vinnuligt virksemi. Í einum av hesum bygningum, húsast nú eitt nýtt felag. Talan er um nýstovnaða Eiðis Dartfelag, ið var sett á stovn á fyrsta aðalfundi felagsins sunnukvøldið 21. mars.
Fyrsta nevndin er soleiðis mannað;
Formaður – Rani Joensen
Næstformaður – Tummas Eli Kruse Ellingsgaard
Kassameistari – Ingvar Kruse Ellingsgaard
Varalimur – Tórur Fløtt
Í fyrstu syftu verður spælt tvær ferð um vikuna – nevniliga týsdag og fríggjadag.
Á vitjan hjá nýstovnaða EDF
Felagið heldur til í sonevndu Gulusmiðju, mitt í vinnuøkinum á keiini. Stutt er út á bátabrúnna og tað er eitt hanagleiv til einasta brævbjálvavirkið í Føroyum.
Tað er í hesum sterka og søguríka umhvørvið, at fyrsta dartfelagið á Eiði hevur skipað seg.
Meðan kaffi rennir niður, verður kapping skipað millum teir frammøttu leikararnar. Fríggjakvøld er nevniliga kappingarkvøld felagsins. Tað kostar 50 krónur at luttaka.
Lutakast var um hvør skuldi spæla ímóti hvørjum, og so var hitað upp. Siktini skuldu setast rætt og leikarar hugsavnaðu seg um dartskivurnar. Nú skuldi kappast.
Í fyrstu rundu var spælt best av trimum og hetta talið vaks alt í mun til hvørja rundu talan var um.
Undirritaði slapp tó ikki at upplivað nógv av hesi kapping, eftir at vera grýttur út í fyrstu rundu. Leikur helt áfram, og millum eitt kór av pílum, ið setast í dartskivurnar og prát leikarana millum, var greitt, at dugur var í monnum. Á hesum sinni gjørdist Rani Joensen vinnari av kappingini.
Týskvøldið eftir, er eisini dart á skránni á Fjøruvegi. Illfýsið er úti, og miklar hvirlur fáa bygningin at skelva – einaferð var líkt til, at tað eina vindeygað mundi rivið seg leyst.
Løtu seinni var myrkt. Ein luttakari helt fyri, at nú máttu vit finna pannulyktirnar fram. Tað er undir hesum buldrutu umstøðunum, at vit seta okkum at práta um felagið sum heild og serliga um fyrsta fund felagsins.
Á borðinum liggur eitt skrásetingarskjal frá ÍSF.
– Vit settu okkum í samband við ÍSF viðvíkjandi stovnan av felagnum. Teir greiddu okkum frá, at nú vit hava havt fyrsta fundin og felagið hevur fingið navn, er tað sum so stovnsett. Nú manglar bara almennur limaskapur í bæði ÍSF og Føroya Dartsambandi. Hesum greiður Tummas Eli Ellingsgaard, næstformaður, frá.
Formaðurin, Rani Joensen, situr yvirav mær, og báðir vísa teir á, at ongar fastar umstøður eru í løtuni. Gulasmiðja er ein fyribils loysn, og tað var hetta, sum meginparturin av fundinum gekk við.
Báðir tykjast teir til reiðar til uppgávuna fyri framman. Limirnir allir tykjast eisini sera spentir til tíðina, sum kemur, og teir boða frá, at øll eru hjartaliga vælkomin at royna seg.
Skemtað var við, at teir ætla at vinna føroyameistaraheitið í fyrstu royndini. Um hetta verður veruleiki skal vera ósagt, men nú eru so lunnar lagdar undir skipað dartvirksemi á Eiði.
Martin Kristoffur Kristiansen skrivaði greinina fyri Eiðis kommunu
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 25. mars 2021
Ein konfirmatión verður í Fríðrikskirkjuni leygardagin, og tvær verða í Gøtu kirkju sunnudagin
Í vár verða tríggjar konfirmatiónir í Nes prestgjaldi, og allar verða um vikuskiftið.
Tann eina verður leygardagin 27. mars í Fríðrikskirkjuni, og hinar báðar verða í Gøtu kirkju sunnudagin 28. mars.
Tey, sum skulu konfirmerast eru:
Konfirmantar í Fríðrikskirkjuni á Toftum. 27. mars kl. 11
Marta á Regni, Regnavegur 30, Toftir. Dagurin verður hildin í kirkjukjallaranum í Fríðrikskirkjuni. Frá kl. 16
Markus Smith Láadal, Høganesvegur 27, Toftir. Dagurin verður hildin í Gott í Saltangará. Frá kl. 16
Sjúrður Saltá, undir Nesinum 6, Toftir. Dagurin verður hildin fyri innbodnum í Skótahúsinum við Løkin í Runavík.
Emilia Mikkelsen, Nesvegur 15, Nes. Dagurin verður hildin í kjallaranum á Vesturskin á Toftum. Frá kl. 17
Selma Svalbard, Gaddavegur 38, Nes. Frá kl. 17
Rannvá við Streym, Høganesvegur 48, Toftir. Frá kl. 14
Bjørt Højgaard, Gaddavegur 30, Nes. Frá kl. 16
Aleksandur Harryson, á Brekkukletti 25, Toftir. Frá kl. 16
Konfirmantar í Gøtu kirkju. 28. mars kl. 10
Sakarias Markus Jacobsen, við Ánna 52, Norðragøta. Dagurin verður hildin í Frítíðarskúlanum í Leirvík. Frá kl. 14
Jón Magnus Elisson, Sjúrðargøta 20, Norðragøta. Frá kl. 16
Jósef Ólavsson Gleðisheygg, Gerðavegur 17, Syðrugøta. Frá kl. 16
Arnór Brandsson, Garðagøta 4, Syðrugøta.
Fríði Heinesen, Gerðavegur 11, Syðrugøta. Frá kl. 15
Fríði Gertsson Jarnskor, í Tungu 11, Syðrugøta. Dagurin verður hildin í kantinuni á Fiskavirkinum í Norðragøta. Frá kl. 15
Dávid Poulsson á Líðarenda, Gerðavegur 20, Syðrugøta. Frá kl. 16
Hermann Jónleivur Bólstein, Geytagøta 27, Norðragøta. Frá kl. 14
Jógvan Andrias Petersen, úti í Bø 11, Syðrugøta. Frá kl. 17
Brandur Niclasen, Sjúrðargøta 21, Norðragøta. Frá kl. 14
Rani Niclasen, Sjúrðargøta 21, Norðragøta. Frá kl. 14
Konfirmantar í Gøtu kirkju. 28. mars kl. 12
Andrea Jóhanna Akselsdóttir, Salvarávegur 14, Syðrugøta. Frá kl. 17
Elin Maria Erlandsdóttir Tvørfoss, Eyðargøta 10, Norðragøta. Dagurin verður hildin í Kelduni í Skálafirði. Frá kl. 17–20
Heidi Sørensen, Sjúrðargøta 28, Norðragøta. Frá kl. 17
Eydna Olsen Dalheim, við Korkusá 15, Norðragøta. Dagurin verður hildin í Víkingahúsinum í Norðragøta. Frá kl. 16
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 23. mars 2021
Konfirmantar í Hósvíkar kirkju leygardagin 27. mars og pálmasunnudag 28. mars
Konfirmantar í Hósvíkar kirkju leygardagin 27. mars kl. 11
Markus T Hermansen & Tobias Bennett, England, Heinagerði 18, Streymnes. Dagurin verður hildin heima frá kl 16
Poul Eirik Kristiansson Dam, Streymnesvegur 11, Streymnes. Dagurin verður hildin heima frá kl. 16
Jógvan Steinarson Hansen, Traðavegur 20, Streymnes. Dagurin verður hildin í Hvalvíkar Missiónshúsi sunnudagin 28. mars frá kl. 17
Djóni Ingason, Streymnesvegur 74, Streymnes. Dagurin verður hildin heima frá kl. 18
Sigurlaug Maria Kjartansdottir, Við Grástein 6b, Hvalvík. Dagurin verur hildin í Havnar Arbeiðskvinnufelagið frá kl 14
Cloyd Molina, Bakkavegur 48, 440 Haldórsvík. Dagurin verður hildin heima fyri innbodnum.
Konfirmantar í Hósvíkar kirkju pálmasunnudag, 28. mars kl. 11.00
Sveinur Asbjarnarson, Brekkugerði 18, Hósvík. Dagurin verður hildin heima frá kl. 15
Hannis á Birtuni, Traðavegur 16, Streymnes. Dagurin verður hildin heima frá kl. 16
Sámal í Homrum, Brekkugerði 20, Hósvík. Dagurin verður hildin heima frá kl. 17
Laura Súnadóttir í Kálvalíð, Vørðuvegur 8, Hósvík. Dagurin verður hildin í "Jolly"-neystinum í Hósvík frá kl. 14
Eirikur Sonnason Samuelsen, Fløtugøta 3, Hósvík. Dagurin verður hildin í bygdarhúsinum í Hósvík frá kl. 16
Brandur Solbjerg á Túgvu, Traðavegur 24, Streymnes. Dagurin verur hildin heima frá kl. 17
Ása Thorkildshøj, Fløtugøta 11, Hósvík. Dagurin verður hildin í bygdarhúsinum í Hósvík frá kl. 16
Konfirmantar í Hósvíkar kirkju pálmasunnudag, 28. mars kl. 13.00
Kirstin Hummeland, Kráarvegur 6, Hvalvík. Dagurin verður hildin heima frá kl. 18
Anna og Maja Johannesen, Hvalvíksvegur 66, Hvalvík. Dagurin verður hildin heima frá kl. 16
Maja og Anna Johannesen, Hvalvíksvegur 66, Hvalvík. Dagurin verður hildin heima frá kl. 16
Kristina Kristleifsdóttir, Hvalvíksvegur 33, Hvalvík. Dagurin verður hildin við Margáir í Streymnesi frá kl. 15
Sára Eikhólm Rúnadóttir, Heinagerði 12, Streymnes. Dagurin verður hildin heima frá kl. 17
Sunniva M Sivertsen, Streymnesvegur 44. Streymnes. Dagurin verður hildin heima frá kl. 16
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 25. mars 2021
-
Pálmasunnudag, 28. mars kl. 11 verða 24 ungfólk fermd í Hoyvíkar kirkju. Prestur er Theodor Eli Dam Olsen.
Konfirmantarnir eru hesir
Audrey Sára Banzon Sakarisson, Kristiansgøta 20, Hoyvík. Dagurin verđur hildin í hølunum hjá Skipara- og Navigatørfelagnum, Smærugøta 9a, Tórshavn. Øll eru vælkomin frá kl. 17
Bjørk Sigurjónsdóttir Øster, Millum Gilja 109, Hoyvík. Dagurin verður hildin fyri innbodnum í Sigmundargøtu 12, Tórshavn
Elin Tórsdóttir Gásadal, Mannbrekka 13, Hoyvík. Dagurin verður hildin í gomlu politiðstøðini, Jónas Broncksgøtu 17, Tórshavn. Øll eru vælkomin frá kl. 17
Elna Ragnarsdóttir Clemmensen, Millum Gilja 70, Hoyvík. Øll eru vælkomin frá kl. 17
Fríða Huginsdóttir Johannesen, Ingibjargargøta 2f, Hoyvík. Dagurin verður hildin í kantinuni í Skúlaheiminum við Marknagilsvegin,. Øll eru vælkomin frá kl. 18
Heiðrun Debes Hammer, Huginsgøta 1, Hoyvík
Jórun undir Leitinum Vang, við Myllutjørn 3, Hoyvík. Øll eru vælkomin frá kl 17
Karin Justinussen, Bertugøta 2, Hoyvík. Dagurin verður hildin fyri innbodnum
Kristina Hvítklett, Kristiansgøta 26, Hoyvík
Maria Niklasardóttir Samuelsen, Pætursgøta 20, Hoyvík. Dagurin verður hildin heima frá kl. 17
Maria við Sandá, Gortrugøta 9, Hoyvík
Sandra Jóna Garðshorn, Millum Gilja 46, Hoyvík. Dagurin verður hildin Millum Gilja 2, Hoyvík, frá kl. 17.30
Askur Eyðunsson, Hoyvíksvegur 13, Tórshavn. Dagurin verður hildin í hølinum hjá Handverksdeplinum, Stoffalág 60, Tórshavn. Øll eru vælkomin frá kl. 18
Bárður í Geil Jacobsen, Kristiansgøta 40, Hoyvík
Benjamin Steingrímsson Ósá, Mattalágarvegur 5e, Tórshavn. Dagurin verður hildin í Brekkutúni 5, Hoyvík, frá kl. 17
Bjarti Skylv Hansen, á Hvítanesi 16, Hvítanes. Dagurin verður hildin í Margarinfabrikkini
Brian Næss, Dýrindalsgøta 2, Hoyvík. Øll eru vælkomin frá kl. 17
Gilli Højgaard Thomsen, Poul Juels gøta 4, Tórshavn
Jákup Jónsson Gærdbo, Lavagøta 6, Tórshavn. Dagurin verður hildin í Starvsfelagshúsinum frá kl. 15
Jógvan Elias Ólavsson, Einarsgøta 8, Hoyvík. Øll eru vælkomin frá kl.15
Jónas Hentze, við Myllutjørn 57, Hoyvík
Julian Joensen, Karlamagnusarbreyt 16, Hoyvík
Marius Gaardlykke Bertelsen, Sívarsvegur 5, Hoyvík. Dagurin verður hildin Á Túgvu 14, Tórshavn, fyri innbodnum
Rókur Wenningsted Ólason, Maritugøta 36, Hoyvík. Dagurin verður hildin fyri innbodnum í Argja Róðrarneysti. Argjavegi 4, Argir
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 24. mars 2021
-
Níggju ung fólk verða fermd í Argja kirkju sunnudagin klokkan 11. Prestur er Derhard Jógvansson.
Konfirmantarnir eru:
Andrea Halsdóttir Drangastein, Støðlatún 16, Argir. Dagurin verður hildin í kantinuni hjá Formula á Óðinshædd 2 frá klokkan 15.
Bragi á Rógvi, undir Kongavarða 39,2h., Argir.
Dortea Dam, Viðargøta 27, Argir.
Gyða Jóngerð Poulsen, Blankagøta 12b. Dagurin verður hildin í veitsluhølinum hjá Føroya Ríðingarfelag í Havnardali frá klokkan 16.
Jodvig Finnleyg Dansdóttir, Rosságøta 4, Argir. Dagurin verður hildin í Grønlendingahúsinum.
Jónas Nolsøe Petursson, Høvdagøta 2, Argir.
Mattias Kerá, Viðargøta 22, Argir. Dagurin verður hildin heima frá klokkan 17.
Rói Høgnason Wang, Undir Kongavarða 78, Argir. Dagurin verður hildin í Odd Fellow húsinum á Grønlandsvegi 56.
Sjúrður Henriksen, Viðargøta 26, Argir. Dagurin verður hildin fyri innbodnum.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 24. mars 2021
-
Konfirmatión verður pálmasunnudag, 28. marts, kl. 11 í Vestmanna kirkju. Prestur er Maria Summers við Skipá.
Hesi verða fermd:
Petur Peng Paulason Brattaberg, dagurin verður
hildin í kjallaranum á læknamiðstøðini
í Vestmanna, Garðatún 12. Opið hús frá kl. 17
Bárður Villiam og Hallgerð Lamhauge Mouritsen, dagurin verður hildin í Handilsskúlanum í Havn. Opið hús frá kl. 17
Silas Follend Bjarnarson, dagurin verður hildin á Flatnavegi 18, Vestmanna. Opið hús frá kl. 15
Tóki Eysturtún Blástein, dagurin verður hildin á Válavegi 11, Válur. Opið hús frá kl. 16
Hanus Bjargarson, dagurin verður hildin á Fjallsvegi 34, Vestmanna. Opið hús frá kl. 19
Sylvia Nielsen, dagurin verður hildin í Missiónshúsinum í Vestmanna, Gerðisvegur. Opið hús frá kl. 17
Tanja Geyti Jacobsen, dagurin verður hildin á Fjalsvegi 2, Vestmanna. Opið hús frá kl. 17
Fríða Hofgaard Ákadóttir, dagurin verður hildin í Miðnám í Vestmanna, Fjarðavegur 4. Opið hús frá kl. 17
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 25. mars 2021
Talan verður um tvær ymiskar konfirmatiónir - ein verður beint fyri døgurða, og ein verður beint eftir døgurða
Eins og seinasta sunnudag, verða tvær konfirmatiónir í Vesturkirkjuni nú sunnudagin 28. mars.
10 konfirmantar vera klokkan ellivu - 11 vera eftir døgurða. Bergur Debes Joensen, prestur, skal konfirmera tey 21.
Konfirmatión í Vesturkirkjuni 28. mars kl. 11:
Árant Antoniussen, undir Heygnum 39, Tórshavn. Dagurin verður hildin í kaffistovuni í Skúlanum á Fløtum (Inngongd D) frá kl. 14
Ólavur Róin av Steinum, í Svanga 37, Tórshavn. Dagurin hildin í KFUM við Hoydalsvegin frá kl 17
Filip Uni Johansson Egholm, Brattabrekka 14, Tórshavn.
Aleksandur Lamhauge Ellefsen, Í Svanga 47, Tórshavn. Dagurin verður hildin frá kl 18
Christian Skov Eysturoy, Undir Kongarvarða 130, Argir. Dagurin hildin frá kl. 18-21.
Rókur Bárðarson Jespersen, Grønlandsvegur 26, Tórshavn. Dagurin hildin fyri innbodnum.
Janus Bech Joensen, handan Á 10, Tórshavn. Dagurin hildin fyri innbodnum.
Anton Johan Sofus Martinsson, Fagralíð 22, Tórshavn.
Eyðun Mørk, Kráarvegur 5, Tórshavn. Dagurin hildin fyri teimum nærmastu frá kl. 17
Villiam á Lava Persson, Maritugøta 91, Hoyvík. Dagurin hildin við Gálgastein 2, Tórshavn, frá kl. 16
Konfirmatiónin kl. 13.00:
Eyð Lamhauge Debess, undir Glaðsheyggi 7, Tórshavn. Dagurin hildin fyri innbodnum í Svanga 18, Tórshavn
Helena Eiriksdóttir, á Túgvu 8, Tórshavn. Dagurin hildin fyri innbodnum
Lív í Líð, Ravnsoyargøta 3, Tórshavn
Brá Mohr, Kálvagerði 14, Tórshavn
Eira Ásbjørnsdóttir Petersen, Varðabyrgi 16, Tórshavn. Dagurin hildin frá kl. 17.30
Bára Tórálvsdóttir Poulsen, Dalakrókur 2, Tórshavn. Dagurin hildin heima frá kl. 15
Malena Reynstind Sinclair, Landavegur 12, Tórshavn
Sjúrður Elias Heinason Eysturoy, Heygsvegur 48, Tórshavn. Dagurin hildin fyri innbodnum
Pál Vang Samuelsen, Dánjalstrøð 2, Tórshavn
Heðin Teitsson, Brattalíð 6, Tórshavn. Dagurin hildin í Hornahúsinum, J. C. Svabosgøta 37, frá kl. 16
Jens Kári Vilhelm, Bóndabrekka 8, Tórshavn
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 26. mars 2021
Hugleiðingar hjá Birgiri Kruse afturvið eini góðari máltíð við nýveiddum toski av Føroyabanka
Í grannahúsinum hjá Hammershaimb borðreiðir Teitur Christensen við nýveiddum bankatoski, sum í hesum døgum fæst á førandi matstovunum í Havn. Teitur er høvuðskokkur á fiskamatstovuni Barbara Fish House.
Høvuðsrætturin er stoktur bankatoskur við pil pil, sufrito og epli í mojosós. Heimligt og tó fult av sál, altjóða par excellence, ikki minst við Chablis afturvið. Rætturin frammanundan er tó krokettir úr saltfiski, brandada, og saltað og roykt rogn, sum eg ikki havi smakkað fyrr. Framúr og væl sett saman við reyðleyki og súrróma. Óvantað eksotiskt, hóast heimligt.
So koma kjálkar í salsa við rognum av rognkelsí við royktum granni omaná í høgru hond hjá John. Raffinerað í smakkinum, Í hinari hondini hevur John høgguslokk í paella rísi væl kryddaður við kili, av Bankanum.
Í avmálda køkinum á Barbara Fish House er spennandi at fylgja við, hvussu leikur fer, tá matgjørt verður í ein fart, tí kundin bíðar. Her eru nakrar myndir frá hóskvøldinum.
Móðurmálsdagin er neyvan nakað betri høvið, enn at gera sær ørindi inn í grannahúsini hjá Hammershaimb at smakka bankatosk. Og kanska smakkar orðið bankatoskur í ár av eini væl upplagdari roynd at gerast ársins orð. So er í hvussu er lagt upp úr grýtuni. Og her er hann, meistarin yvir borðiskunum í kvøld, við nýuppløgdu Norðuratlantisku primavøruni av Bankanum, From Our Fjords er heitið á matseðilinum.
Tað eg veit, hevur bankatoskur á matstovum í Havn aldri fingið so nógva umrøðu sum beint nú. Samstundis sum tað longu týsdagin varð útselt til onkra av borðreiðingunum við bankatoski í Havn, hava avreiðingartøl, uppboðssøluprísir og investigativi spurningurin, um nakar í vinnuni fær onnur rættindi enn annar, og harvið kundi gera sær dælt av eini møguliga ráðandi støðu á fiskamarknaðinum, tá fiskur varð handlaður mikudagin, verið evnið í útvarpstíðindunum. Tað havi eg ikki hoyrt fyrr.
Nú hevur Kringvarpið staðfest, at matstovuvinnan rindar eins nógv og onnur fyri hvørt kilo av fiski, seksogtjúgu krónur hesa vikuna. Frammanundan er eisini staðfest, at matstovuvinnan fær hvørki avsláttur ella egið innflutningsloyvi, men má rinda eins nógv og privat fyri hvønn litur av víni.
Við fiskakørini á vestaru bryggju hósmorgunin, har Magnus Heinason legði seinastu veiðina upp, síggjast kokkaranir Janus Einar Sørensen og Teitur Christensen, hvør við sínum nýveidda bankatoski.
Í bretsku sjónvarpsrøðini Remarkable Places to Eat (Outline 2020) ferðast franski matummælarin og maître d'hôtel, Fred Sirieix, til kendar býir úti í heimi, har fremstu foodies úr Bretlandi vísa honum á støð, tey halda vera tey bestu, at eta lokalan mat.
Í sendingini, eg sá í vikuni, er Andrea Oliver matlistarligi fylgisneytin, sum leiðir Fred til Marrakesh í Marokko, har hon velur matstøðini og setur hann til arbeiðis. Á einum av teim trimum marokkansko matstøðunum fer hon at tosa um vanligu fatanina av soul food, sum flestu halda vera kryddaðan karibiskan mat, kanska av afrikanskum uppruna. Men tað hevur einki við tann lokalitetin at gera, sigur hon.
Soul food er matur, sum ikki bara hevur eina sál úr tí staðbundna, men eisini er kærleiksfult tilgjørdur við hjartanum, úr teim bestu rávørunum, og sum byggir á nýtulkingar og nýbrot úr siðbundnu matmentanini, hvar tú so ert tí verðini. Tað er soul food, sigur Andrea við mínum uppískoyti, og tey bæði hava ikki torført við at semjast um sonnu meiningina í soul food í sáliggerandi og ikki sørt terapeutisku matsendingunum Remarkable Places to Eat. Hvør einstakur partur er eitt meistaraverk í at ferðast, hóast tað bara er á sjónvarpsskíggjanum og við matlepanum í hondini, nú alt er koronastongt. Soul food sum tema í sjónvarpi. Framúr, fyri bæði sál og hjartað í kalda Norðuratlantshavi.
Her heima í Havn eru í hesum døgum fleiri tílík støð, har tey í orðsins rætta týdningi gera soul food, fyrst og fremst úr bankatoski, men eisini úr tí, sum franski kokkurin rópar Les fruites de Mer, havsins fruktir, havsins avkast, ella bara, tað sum fekst í dag, tað sum varð lagt upp í dag, serverað við hjartanum og einum gleðiliga útvendum tænastusinni, sum eisini er siðsøguliga formidlandi við søgum av føroyska Bankanum. Tilgjørt við nærlægni og kærkeika. Tað er lokalur soul food, hvar tú so ert.
Meir enn fjøruti ára gamla havrannsóknarskipið, Magnus Heinason, komi mikudagin av Føroyabanka fyri seinastu ferð, og verður nú lagdur, ja kanska á botnin í Kaldbaksfirði at verða riv hjá kavarum at brúka. Tovleiðari var Hannipoula Olsen, fiskifrøðingur. Nú tekur nýggja havrannsóknarskipið, Jákup Sverri, yvir. Kringvarpið sigur, at havrannsóknarskipið nú riggar til at fara til árligu millumlanda svartkjaftakanningarnar.
Við loyvi frá Jónsveini, havnarfúta, og gestakorti frá Georg í geytini á Eystarubryggju, slapp eg mikumorgunin út á Molan at avmynda Jákup Sverra, eftir at ódn hevi herjað um alt landið og konteynarar vóru koppaðir og foknir.
Georg sigur úr geytini, at vinmaðurin, Ronnie, er kokkur umborð, so tá hann fær fatur á bankatoski, er tað beint í grýtuna í fjøruti minuttir, og so kókað ebl og smelt afturvið. Tað er ein góð máltíð. Einkult og einki fínt, soleiðis er tað.
Havstovan upplýsir eftir seinasta túrin við Magnusi á Bankanum, at “aftur í ár var væl meira av toski at fáa á Føroyabanka enn seinastu vártúrarnar undantikið í fjør. Hetta var bert stórur, vælvaksin og nærum gýtandi toskur, har nógv tann størsta nøgdin varð fingin í einum støkum háli. Nógv var at fáa av hýsu, bæði stórari og smáari. Nøgdirnar av upsa vóru á sama stigi sum undanfarin ár. Nebbasild stóð í trolmeskunum á flestu trolstøðunum, og magakanningarnar vístu, at væl var etið av nebbasild,” skrivar fiskifrøðingurin, Hannepoula Olsen, sum var tovleiðari á seinasta túrinum.
Ein strikumynd hjá Havstovuni vísir nøgd, tað er kilo pr. tíma, av toski, hýsu og upsa í váryvirlitstrolingunum á Landgrunninum frá 1983 til 2021. Greitt er, at toskurin beint nú hevur lyft seg væl av grafiska botninum.
Pressan í fiskivinnuhøvuðsstaðnum, sum hevur loftað góðu tíðindunum, visti í vikuna at siga, “at ein trolposi av toski, ið er fiskaður á Føroya Banka, verður latin upp og fiskurin rennur niður í lastina. Sum fiskurin rennur úr posanum sæst, at hann er sera væl í holdum. At síggja til stavar upptøkan frá Magnusi Heinasyni; tað er tó ikki eydnast at fáa hetta váttað. Men tað er ongin ivi um, at hetta fer at birta uppundir aftur kjakið um, hvørt Føroyar áttu at latið Føroya Banka upp aftur fyri vanligum fiskiskapi - og somuleiðis at trýst fer at verða lagt á politisku skipanina um at gera tað. Er upptøkan eftirfarandi og umboðandi, so er nógv at koma eftir á Bankanum,” siga tey úr Klaksvík í hesum døgum við einum videofilmi, sum eisini kom í Dag og Viku, sum próvførslu.
Havstovan sigur nú, at hetta hálið var ikki umboðandi fyri júst lidna túrin, men bert eitt eindømi. “Hetta eina hálið gav gott og væl helvtina av toskaveiðuni allan túrin. Úrslitini fyri túrin sum heild vístu, at samanborið við seinastu umleið 15 árini var meira at fáa av toski í mars í ár.”
Í hesum krossfelti hevur verið nevnt, at um so er, at Bankin verður latin upp aftur, so skulu teir skiparar og reiðarar, sum sleppa at veiða á Bankanum, umframt nautiskan kunnleika, eisini hava gastronomiska góðkenning at útinna veiðuna, sum so skal sertifiserast og bara borðreiðast á eins sertifiseraðum fiskamatstovum. Og fyri at tryggja burðardygd á hesum viðkvæma øki, skal bara lína verða loyvd at brúka á framtíðar Bankanum, har botnurin, korallini, søguliga eru rivin upp av trolum úr okkara egna flota. Størsta katastrofa í føroyskari fiskivinnusøgu, tá hugsað verður um bankatoskin og gylta borðiskin, hann kundi lent á.
Hóast málið er fjart, so er tankin greiður og nærverndi. At skapa skilvís sambond millum øll liðini, sum eru í hesum partinum av fiskivinnuni, og øll móttakandi lið í gastronomisku fyrireikingunum, sum at enda elva til, at vit heima í Havn kunnu fáa feskasta tilfeingi á hin besta borðiskin - í minsta lagi ein ella tveir fastar partar av árinum, og geva hesum søgusigandi tilfeingi ein marknað, sum er attraktivur fyri ferðafólk, sum seinastu árini hava víðkað munandi um matstovumarknaðin í høvuðsstaðnum. Vinningurin hjá okkum lokalu er, at vit enduruppfinna okkara egnu gastronomisku søgu, ja heilt aftur til salfiskatíðina, sum hóast hópin av skúlabókum og kókibókum er sjáldsama illa lýst í føroyskari søgu, katólska saltfiskatíðin, sum fylgir kirkjuárinum.
Undir mínum góma er einki støðið fyri føroyskum soul food so gott, sum nýveiddur toskur av Føroya Banka, borðreiddur við nærlægni og kærleika og einum hóskandi skamti av saltfiskasøgu úr katólsku londunum afturvið. Og ikki at gloyma einum úrvaldum glasi av Chablis frá Joseph Drouhin í Bourgogne afturvið. So hava vit parað okkara soul food.
At eta bankatosk er ikki bara endin á einari epoku við royndarveiðu og ein hissini máltíð upp undir páskir í Havn. Aftureftirlítandi, hevur fyrileytarleysi trolflotin lagt Bankan oydnan og mest sum lívssøran, men lítandi frameftir, eru nú tekin um, at toskurin, ið er verifiseraður sum serstakur fyri økið, um at koma fyri seg. Tí er tað ikki bara ein máltíð, men í eins stóran mun eitt statement um atgongd til tað besta av okkara egna tilfeingi, har úrslitið er, at hin svangi keyparin í Havn og úti um landið fær bankatosk undir góman. Hann er so milt mjúkur at tað ikki gevur meining at tosa um at fáa undir tonna. Tað er heldur undir góman, so mjúk er rætta upplivingin av hvítum feskum bankatoski anno 2021, antin hann so er hart stoktur ella lint kókaður. Tað er ikki at taka feil av, at tað er soul food av bankanum. Og tað er í Havn beint nú.
Úrslitið av seinastu yvirlitstrolingini hjá havransóknarskipinum, Magnusi Heinasyni, kann smakkast í best umtóktu matstovuni, Áarstovu, á fiskamatstovuni Barbara Fish House, í Húsagarði, sum er matstovan á Hotell Brandan og í Hallartúni, sum er matstovan við tí góða útsýninum, á Hotell Hilton.
Her síggjast Ingvar Joensen og Ólavur Sjúrðarberg flakaskera saman við kokkunum, eftir at Magnus Heimason hevði lagt upp ta seinastu veiðuna.
Ikki tí, heimliga kokkakynstrið kann eisini dyrkast móðurmálsdagin í egnari rytmu. Til dømis úr Hjallinum í Miklagarði, har toskur fæst fyri 130 krónur og saltfiskur fyri 160 krónur kilo, ið er tað sama sum kravt verður fyri havtaskusporl. Umframt fáast hvønn dag kjálkar, turt kjøt, turr grind, spik, laksur og sild. Tey, sum hvørki rógva út ella hava seyð í haga, mugu sanna, at vit liva í einum tilfeingismiðdepli, har ikki er langt til góðu rávøruna.
Úr rúgvuni við páskatilboðum hesa vikuna taka vit, við loyvi frá yrkjaranum, samanum henda matblogg um tosk á Bankanum við eini yrking hjá Jóanesi Nielsen úr savninum “rakkaljóð” (Sprotin 2020). Undir yvirskriftini “ókendir dagar” letur yrkjarin seg inspirera av Bankarennuni og tí stórbæra veruleika, at ikki minni enn tvær milliónir kubikkmetrar av sjógvi, tað er tvær ferðir innihaldið í øllum heimsins áum, renna gjøgnum Bankarennuna um sekundið.
ókendir dagar
beinagrindin er trúføst
rekst ikki úti um náttina
dreymanna borgir
dust frá smildraðum fongslum
í degningini eyðleiði eg skipaferðsluna oman og niðan eftir fjørðinum
toppljósini hvít
sum flykrur undan stjørnum
síggi farmaskip lastað við fruktum sum karga jørðildið norðuri á 62 sýtir okkum at dyrka
onnur lastað við stáli og portursdurum inn í ókendar dagar
taki móti endanum tá tú leggur at bryggju
skipar upp tíni lítillátnu ynskir
mín aldagamli havnabýur
passaliga svinnur
júst sum tú í havnargøtum
summi skip koma uttan av teimum trároyndu grunnunum
anga av bládjúpu bankarennuni
hvørt einasta sekund
reka umleið tvær milliónir rúmmetrar av gróðrarríkum sjógvi hastiliga gjøgnum rennuna
størri nøgd enn samanlagdi streymurin úr øllum heimsins áarósum
kanska framkomin filmstøkni onkun dagin megnar at avmynda rennuna
ímeðan droymi eg um hetta mikla kvið
sum er fortreytin fyri støðugari føðslu og hita kring oyggjarnar
undirgrundin er landsins ánari
vit eru bert festarar í einum norðatlantiskum undirsjóarríki ið áleggur okkum at fara væl um søltu teigarnar
taraskrýddu gloprini
og at ansa teimum meiddu korallborgunum
hvørt dekksfar úti á miðunum
hvør kvinna og hvør einasti maður ið forvinnur sær eyð í fiskivinnuni
er í breyði bankarennunnar
mín vakra unnusta
hóast tín kviður ikki telist millum teir stóru ósarnar
elski eg hvørt driv innan úr tær
havi altíð verið veiðari
og vítt er útsýnið úr smildraðum fongslum
eg veiði við meskum knýttum úr særdum nervum
veiði dagligt breyð og skavi spønir úr misskiljingum
veiði norðurlendskt tunglyndi
elski døkku perlurnar sum skyggja í sortanum
eg veiði grundgevingar fyri andstøðu
heiður við mikrofonina 1 mai
havi drigið upp á meg háð & spott
og tey herindi
sum grógva úr allari leitan
hvussu skuldi eg fáa samband við títt kvæma sinni
tú sum er mynda úr tí tilfari sum einaferð langtsíðani fløddi inn á hellurnar
eg veiði í teirri svidnu luftini sum brádliga festir í skróvturrar firvaldsveingir
veiði har ivin hevur fest røtur
kanska vakni eg onkran morgunin við sælum korallborgaranga í nasunum
dreymanna borgir úr gyltum støvi
blóðið dukar
millum lyktapelahjørtini
óttist tann dagin ræðsluslignir fuglar fara at kroka í gongini
og fotografiini á stovubróstinum skera í saltan grát
sálarinnar seiggj ríkar gróðurin
fínligu røturnar fleiri í tali enn bitlarnir vindurin & ljósið bera okkum
á tíðarinnar morgni gjørdi sálin landgongd
nú tykist tað sum tráar hon suður aftur í bankarennuna
tá skipini krøkja seg í bryggjukantin
reyðmánin dregur í vøtnini og kvøldið er alt ov myrkt
veit eg at tú passaliga svinn
ert á veg til húsa
(Jóanes Nielsen 2020)
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 27. mars 2021