Lat aftur Yvirlit list articles in edition

Leygardagur 22. mai 2021 | Nr. 21 | Árgangur 2 | Kr. 0,00

Halla og Kristina góð úrslit í bikini fitness kapping í Póllandi

SíÐa 2

1 Leygardagur 22. mai 2021

Góðan lesihug og góða hvítusunnu

Nýggj útgáva hvønn leygarmorgun kl. 7

Oddagrein

Vit hava ikki ráð at hava Russland til fígginda

Uttanríkispolitikkur hevur verið høvuðsevni á breddanum hesa vikuna við amerikanskum uttanríkisráðharrafundi, arktiskum toppfundi og orðaskifti um ríkisfelagsskapin á danatingi.

Okkara maður við ábyrgd av uttanríkismálum varð sendur til Danmarkar at vera við, tá amerikanski uttanríkisráðharrin vitjaði ríkishøvuðsstaðin. Hann fekk nakrar eyka stjørnur í ummælisbókina hjá fleiri okkara fyri ta framførsluna, tí hann kláraði seg væl. Tyktist duga at lýsa støðu Føroya í uttanríkispolitiskum høpi.

Tað er ikki nøkur løtt uppgáva. Tað krevur hegni og diplomatiskt snildi. Um grønlendski starvsbróðurin kláraði tað eins væl, eru óivað fleiri meiningar um. Hann valdi ta konfrontatorisku linjuna, og tað gagnar sjáldan á diplomatisku vágskálini.

At okkara uttanríkislandsstýrismaður so misti stjørnurnar aftur, tá hann heimafturkomin kastaði øll diplomatisk fyrilit fyri borð, og valdi at úttala seg í einum heilt øðrum máli – nevniliga um koppseting – ja, tað var bara spell, ikki minst fyri hansara egna umdømi.

Stóri spurningurin í hesum sambandinum er, hvør er okkara allieraði – sameindi – í uttanríkispolitiskum høpi. Føroyingar hava fleiri ferðir víst á, at tað er verri enn so altíð, at Føroyar draga somu línu, sum Grønland og Danmark gera.

Spurningurin er eisini, um vit bara játtandi skulu taka undir við øllum tí, sum Danmark og sokallaðu vestanlondini í Nato-samgonguni koma við. Føroyar eru jú ikki limur í Nato – vit eru partur av Nato umvegis danska limaskapin.

Tí er tað ógvuliga áhugavert at lesa tað, sum okkara fiskimálaráðharri er komin við eftirfylgjandi, har hann vísir á, at ongin orsøk er at halda, at Russlandi er ein fíggindi hjá okkum.

Maðurin, sum av tingsins røðarapalli segði, at hann “kundi ikki skitið meira á tað” um at russisk hernaðarflogfør óheimilað vórðu komin inn í føroyskt/danskt loftrúm, vísir nú á sambandið við Russland fyri okkum er nógv meira týðandi, enn sambandið við Bretland og ES.

Eisini unga javnaðarkvinnan á Fólkatingi dugdi í hesi vikuni sera væl at greiða donskum politikarum frá, at tað var ES-stongsulin av Føroyum, sum noyddi okkum at knýta knýta tættari handilssamband við Russland.

Og tað er ikki óviðkomandi, at vit í fjør seldu fyri næstan tvær milliardir krónur til Russlands. Tíggju ár frammanundan var eksporturin til Russlands 150 milliónir.

Týdningurin, sum Russland hevur fyri føroyska búskapin er ikki bara 12-faldaður hesi seinastu tíggju árini. Hann er so týðandi, at vit ikki kunnu vera hann fyri uttan. Vit hava ikki ráð til – nú – at útnevna Russlands til fígginda.

Sum Barbara Gaardlykke Apol greiddi fólkatinginum frá: Tað er tykkara egna skyld, at Føroyar eru so knýttar at Russlandi. Hvat ætla tit at gera við tað? Tit kundu byrja við at givið føroyingum somu atgongd til ES-marknaðin, sum russar geva.

Og Jacob Vestergaard vísir eisini á, at hvørki ES ella Bretland vísir áhuga at fáa í lag fiskiveiðiavtalu við okkum. Hví skulu vit so glaðbeint siga ja og amen til dubbingarætlanirnar hjá Nato? 

SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

  • Blaðið

    Stovnað 2020

    Útgevari: Knassar

    Upplag: 7693

    Lisnar síður: 27740

    Dagført 10. hvørt sekund
  • Samband

    tel. 20 80 80

    [email protected]



    Ingi Samuelsen

    Redaktørur

    [email protected]

    tel. 22 22 73


  • Borgar Kristiansen

    Lýsingarráðgevi

    [email protected]

    tel. 23 66 01

2
Leygardagur 22. mai 2021

Halla og Kristina góð úrslit í bikini fitness kapping í Póllandi

29 ára gamla Kristina Debess og 20 ára gamla Halla Fjallstein gjørdust nummar ávikavíst fýra og fimm í teirra bólki, tá kappingin NPC Worldwide Festival varð hildin í Varsjava farna vikuskifti

(Frá vinstru: Kristina Debess og Halla Fjallstein)
SkrivaÐ:

Alda Nielsdóttir

Farna vikuskifti var fitness kappingin NPC Worldwide Festival á skránni í pólska høvuðsstaðnum Varsjava, og millum luttakarnar vóru Halla Fjallstein úr Signabø og Kristina Debess úr Havn, sum báðar komu heimaftur við medalju.

Halla er 20 ár og gongur í 3.s á Glasi í Havn, og Kristina er 29 ár. Felags fyri tær báðar er, at tær á vetri í fjør settu sær fyri, at tær skuldu kappast í bikini fitness í Danmark fyri fyrstu ferð, og at tær báðar arbeiða hjá Glitnir í Havn, sum eisini hevur verið høvuðsstuðul hjá teimum báðum.

Halla greiðir frá, at hon hevur verið hugtikin av bikini fitness, síðan hon í 2014 sá mostur sína, Árnu Fjallstein vinna Fitness Føroyar, og í november hugsaði hon, at nú skuldi tað vera, og setti hon seg í sambandi við ein danskan venjara.

Samstarvið teirra millum hevur gingið fyri seg gjøgnum netið. Venjarin gjørdi eina kostætlan og venjingarætlan til Hallu, sum síðani sendi dagføringar við myndum og vekt hvørja viku. Eisini vóru nakrar poseringstímar yvir Zoom, og hevur hon eisini fingið hjálp við posering í Føroyum.

Umframt Glitnir varð Halla stuðlað av Burn, Miklagarði, Sp/f Sofus Højgaard, og Dekksentrinum.

Kristina, sum byrjaði at venja málrættað fyrst í desember, fekk hjálp frá einum føroyskum venjara, sum gjørdi henni eina venjingarætlan og kostætlan, men annars hevur hon vant einsamøll. Umfram Glitnir varð hon stuðlað av Burn, Jan Kann, og Salong Júniik.

Venjingin hevur fylt nógv
Hetta seinasta hálva árið hava Halla og Kristina brúkt nógva tíð við venjing. Halla greiðir frá, at hon hevur vant tíggju ferðir um vikuna.

– Tað er upp um morgunin at gera kardio, so í skúla, og so beint at venja aftur, og síðani skúlating. Tað hevur verið mítt lív, sigur hon.

[object Object]
Halla Fjallstein (Mynd: Privat)

Eisini hjá Kristinu er nógv tíð farin við venjing, men tó hevur hon ikki brúkt eins nógva tíð uppá kardio, greiðir hon frá.

– Eg eri so nátúrliga kløn, so mær nýtist ikki at gera so nógv kardio fyri at halda meg klæna. Eg spurdi faktiskt venjaran hjá mær, tí eg vildi fegin, men hann helt tað ikki vera eitt serliga gott hugskot, tí eg skuldi brúka alla mína orku uppá at uppbyggja vøddar, sigur Kristina, sum leggur afturat at tað tó hevur verið strævið.

– Men tað hevur verið tað vert. Tað at vita, at mann hevur nakað, mann venur fram ímóti, tað heldur gongd í motivatiónini, sigur hon.

[object Object]
Kristina Debess (Mynd: Privat)

Men tað at venja nógv er ikki nakað nýtt hjá Hallu og Kristinu. Halla hevur dansað alt sítt lív, og hevur hon eisini vant fitness. Tá Kristina var yngri gekk hon til ríðing í nógv ár, og eisini hevur hon spælt badminton, umframt at hon hevur vant fitness regluliga, síðan hon var 16 ár, men tó hevur onkur steðgur verið innímillum, sigur hon.

Gott at kappast við einum mann kennir
Vegna koronu varð kappingin í Danmark útsett ferð eftir ferð, og venjarin hjá Hallu bjóðaði henni tí at koma við sær til eina kapping í Póllandi í staðin, og hesum tilboðnum tók Halla av. Tá Kristina frætti, at Halla hevði funnið eina kapping í Póllandi, sum hevði fasta dagfesting, gjørdi hon av eisini at melda seg til, og soleiðis endaðu tær báðar í Póllandi.

Kristina heldur tað er gott at fara til kapping saman við einum, sum mann kennir, og hava tær báðar eisini stuðlað hvørjaaðra.

– Tað skapar ein sovorðnan tryggleika at hava eina, sum tosar sama mál, og eina sum mann kennir frá arbeiðinum av. Mann kann motivera hvønn annan og spyrja hvønnannan um ráð.

Kristina varð nummar fýra í bólkinum “beginners open class”, og Halla bleiv nummar fimm í “novice” bólkinum í hennara hæddarklassa. Tey fimm bestu fáa medalju, og sostatt hava tær báðar fingið eina medalju til minnis um kappingina.

Væl nøgdar við avrikið
Hvørgin teirra hevði luttikið í fitness kapping áður, og eru tær væl nøgdar við teirra avrik.

– Eg eri mega nøgd. Eg bleiv nummar fimm av ellivu, sigur Halla, sum kortini ikki ætlar sær at kappast aftur beinanvegin.

– Nú skal eg til at uppbyggja vøddar, og so taki eg eina kapping aftur, tá eg føli meg klára. Tað verður ikki nakað í ár, kanska næsta ár.

Í fyrsta umfari umhugsar Halla at luttaka í einari kapping, sum verður komandi vár, men einki er 100 prosent avgjørt enn, men hon og venjari hennara fara avgjørt at halda fram við samstarvinum, sigur hon.

Kristina er eisini væl nøgd við sítt avrik.

– Sjálvandi gongur mann altíð eftir einum eitttali, men eg eri væl nøgd, sigur Kristina og leggur afturat, at hon longu ætlar sær til Póllands aftur í heyst, og heldur hon tí fram við at venja hart.

– Tey fara at halda eina aðra kapping í Póllandi í oktober, og eg hugsi um at fara til hana og so gera tað uppaftur betri. Eg havi ordiliga fingið blóð uppá tonnina nú. Eg trýgvi, at um eg hevði farið sum eg eri nú, so hevði eg fingið góð úrslit, men eg gangi altíð eftir at vera best. Um eg ikki verði nummar eitt, so eri eg ikki ein typa sum gevur upp.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 22. mai 2021

3 Leygardagur 22. mai 2021

Landsstýrismaður vil ikki koppsetast - ikki enn

- Fólk geva sær ov lítið far um, hvørjar avleiðingar kunnu vera av hesum koppsetingunum, sum vit kenna ov lítið til, heldur Jenis av Rana

Jenis av Rana (Savnsmynd: Jens Kr. Vang)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Jenis av Rana, landsstýrismaður við uttanríkis- og mentamálum, kennir seg ikki nóg tryggan við koppsetingini ímóti covid-19, so hann fer ikki at lata seg koppseta fyribils.

Tað segði landsstýrismaðurin við VP í vikuni.

- Vit kenna ov lítið til langtíðarhjáárinini av teimum koppingarevnum, sum eru tøk á marknaðinum. Og vit hava eisini sæð fleiri dømi um, hvussu ósikkurt alt er, tí fleiri lond eru steðgað við at brúka ávís sløg av koppingarevni, sigur landsstýrismaðurin við Vágaportalin.

Landsins myndugleikar koppseta annars við fullari ferð, og 36 prosent av Føroya fólki hava fingið fyrra prikið meðan 14,7 prosent hava fingið tað seinna. Í kvøld koma umleið 6800 skamtar við koppingarevni til landið, so tølini fara at vaksa næstu dagarnar.

Jenis av Rana er sjálvur lækni, og má tí sigast at hava førleikarnar upp á pláss til at hava eina mening um evnið. Hann sigur, at vanliga ganga tað fýra til fimm ár, áðrenn ein við vissu kann siga, at eitt koppingarevni ella heilivágur sum heild er trygt at brúka.

- Eg haldi, at fólk geva sær ov lítið far um, hvørjar avleiðingarnar kunnu vera av hesum koppsetingunum, sum vit, eftir mínari meining, kenna ov lítið til. Tað kann skjótt vísa seg, at hetta er ein løtuvinningur, sum vit fáa, sigur Jenis av Rana við VP.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 19. mai 2021

4 Leygardagur 22. mai 2021

Jenis av Rana veit hvat hann tosar um, men tað er ikki hansara borð

Hetta skapar órógv, sigur løgmaður um útsøgnina hjá Jenis av Rana um, at landsstýrismaðurin ikki ætlar at lata seg koppseta, nú landsstýrið annars prikar føroyingar við fullari ferð. Landsstýrismaðurin kennir seg ikki nóg tryggan at koppseta seg

(Savnsmynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

- Hetta skapar órógv.

Tað segði Bárður á Steig Nielsen, løgmaður, við útvarpið eftir at Jenis av Rana, landsstýrismaðurvið VP segði, at hann ikki ætlaði at lata seg koppseta móti covid-19.

Hetta er ikki ein og hvør landsstýrismaður. Jenis av Rana er sjálvur lækni, og er tí væl ílatin til at hava eina meining um evnið. Tískil vigar ein slík útsøgn nógv, men løgmaður heldur ikki at landsstýrismaðurin í uttanríkis og mentamálum skal blanda seg uppí heilsumál.

[object Object]Jenis av Rana (Savnsmynd: Sverri Egholm)

Jenis av Rana segði við VP, at alt koyrir upp á undantaksloyvi sum er við koppsetingunum, og at hann ikki kennir seg nóg tryggan. Vit kenna ov lítið til langtíðarhjáárinini av teimum koppingarevnum, sum eru tøk á marknaðinum, sigur landsstýrismaðurin.

- Tað er eingin ivi um, at Jenis av Rana veit hvat hann tosar um, men tá tað kemur til tað, at hann er landsstýrismaður er hann ikki landsstýrismaður í heilsumálum. Vit hava landsstýrisfólk sum fyrisita sítt málsøki. Í hesum førum, tá tað snýr seg um vaksinur, er tað landsstýrismaðurin í heilsumálum, sum stingur út í kortið hvør politikkurin skal vera, sigur løgmaður.

- At tað eru ymsar meiningar í landsstýrinum millum landsstýrisfólk, er ikki nakað nýtt, men sjálvandi skapar tað órógv, tá ein av landsstýrismonnunum fer út alment og boðar frá tí. Hetta er nakað vit fara at taka upp í landsstýrinum, og hetta skal ikki endurtaka seg, sigur Bárður á Steig Nielsen.

Løgmaður ger tó greitt, at tað ikki eru boð frá landsstýrinum, um at øll skulu koppsetast móti korona.

- Tað er frítt hjá borgaranum at taka eina vaksinu ella ikki. Tað er ikki nakað páboð. Tað hevur tvørtur ímóti verið sagt frá byrjan av, at tað stendur einum og hvørjum frítt at taka av ella lata vera.

- Eg haldi nú ikki at Jenis er komin við nakrari tilráðing um hvat Føroya fólk skal gera. Hann sigur bara, hvat hann persónliga fer at gera.

Løgmaður ber kortini ikki ótta fyri, at sperðil kemur í koppsetingarætlanina orsakað av útsøgnini hjá landsstýrismanninum.

- Tað er altjóða viðurkent, at hendan vaksinan er tann besta higartil og tann, sum er viðmæld at fólk taka fyri at fáa bart smittuna niður. Alternativið er, at man ikki letur seg koppsetta og livur í óttanum av at fáa korona, segði løgmaður.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 19. mai 2021

5

Størv

Nordiska ministerrådet söker en proaktiv IT-supporter som även är teknisk systemansvarig

Meira Umsóknarfreist: 02. desember 2024

Kostframleiðsluleiðari til Umlættingar- og rehabiliteringsdepilin Urd

Meira Umsóknarfreist: 14. november 2024

Leiðandi farmakonomur til nýggja apotekið í Vágum

Meira Umsóknarfreist: 22. november 2024

Roknskaparfólk til fíggjardeildina

Meira Umsóknarfreist: 24. november 2024

Kt-umsitari til KT Landsins

Meira Umsóknarfreist: 22. november 2024

Administrativ medarbetare till Nordisk Kulturfonds sekretariat i Köpenhamn

Meira Umsóknarfreist: 08. desember 2024

Leiðari til Keyp Landsins

Meira Umsóknarfreist: 22. november 2024

Bilsmiður til Berg Motors

Meira Umsóknarfreist: 25. november 2024

Stjóri til nýtt altjóða sølufelag

Meira Umsóknarfreist: 16. desember 2024

Kontrollari til landsroknskapin

Meira Umsóknarfreist: 22. november 2024

Fyri Demenstænastuna í Roðanum verður søkt eftir køksstarvsfólki til Dagtilboðið á Skála

Meira Umsóknarfreist: 27. november 2024

Móttøkufólk / lærlingur til Reyni Service

Meira Umsóknarfreist: 29. november 2024
6 Leygardagur 22. mai 2021

Læknafelagið mælir føroyingum til at koppseta seg

Tað er væl kent, at allur heiligvágur kann hava hjáárin. Hetta er eisini galdandi fyri covid-19 koppsetingarnar, hóast at hjáárinini til hesar koppsetingar hava verið fá. Við Pfizer/BioNTech-koppingarevninum eru ikki enn staðfest álvsarslig óvæntaði hjáárin

Pál Weihe, formaður í Læknafelagi Føroya (Mynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Tað hevur elvt til nógv kjak seinastu dagarnar, at Jenis av Rana, landsstýrismaður í uttanríkis og mentamálum, men eisini lækni, segði at hann ikki fór at lata seg koppseta imóti covid-19. Ikki fyrr enn hann kendi møgulig langtíðarhjáárin av koppsetingini.

Men Læknafelagið sigur í fráboðan í dag, at tey mæla føroyingum at koppseta seg ímóti covid-19.

- Koppsetingarnar móti covid-19 eru eitt týdningarmikið vápn ímóti koronafarsóttini, og Læknafelag Føroya mælir Føroya fólki til at lata seg koppseta móti covid-19, um tey tola at verða koppsett. Í Føroyum verður koppsetingin Comirnaty, frá Pfizer/BioNTech, nýtt. Hendan koppsetingin er bæði trygg og serstakliga effektiv, sigur felagið.

- Tað er væl kent, at allur heiligvágur kann hava hjáárin. Hetta er eisini galdandi fyri covid-19 koppsetingarnar, hóast at hjáárinini til hesar koppsetingar hava verið fá. Tað eru koppsett omanfyri 100 milliónir í verðini við Pfizer/BioNTech, uttan at tað enn eru staðfest álvarslig óvæntaði hjáárin.

- Tá vit hyggja út um landoddarnar, síggja vit at covid-19 støðan enn er hættislig í fleiri støðum í heiminum. Vit kunnu tíverri ikki taka fyri givið, at vit í Føroyum ikki aftur verða rakt av hesum virusinum, og tí eiga vit at royna at verja okkum sum best ímóti tí. Tann besta verjan vit hava er, umframt at steðga smittunispjaðing, at fólk lata seg koppseta.

- Koppsetingarnar hava víst seg at vera tryggar, men eisini effektivar, bæði at forða fyri smittu ímillum fólk, og í uppaftur størri mun at verja ímóti álvarsligari sjúku og deyða av covid-19.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 21. mai 2021

7 Leygardagur 22. mai 2021

23 prosent hava verið úti fyri kynsligum harðskapi

Umfatandi kanning gjørd av harðskapi í Føroyum

(Savnsmynd)
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

23 prosent av føroyingunum hava upplivað at vera úti fyri kynsligum harðskapi av onkrum slag.

Hetta kemur fram í eini umfatandi kanning, sum Sig frá-átakið undir Almannamálaráðnum hevur latið gjørt.

Kanningin varð løgd fram á Almannamálaráðnum hósdagin.

Í flestu førum er talan um kynsligan harðskap av tí mildasta slagnum, sum spurt varð um, tí 18 prosent svaraðu ja til: “Hevur onkur móti tínum vilja nomið við teg – kynsliga?”.

Tíggju prosent hava upplivað, at onkur hevur “roynt at noytt seg til samlegu”, fýra prosent hava upplivað, at onkur hevur “tvungið seg til samlegu” og níggju prosent hava upplivað kynsligan ágang av øðrum slag.

Í øllum førum er tað nógv fleiri konufólk enn mannfólk, sum hava upplivað slíkt, vísir kanningin, sum Lóður hevur gjørt. 

Kanningin vísir eisini, at 36 prosent hava upplivað kroppsligan harðskap.

[object Object]

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 20. mai 2021

8 Leygardagur 22. mai 2021

- Ongin skal vera fyri harðskapi ella ágangi

Landsstýriskvinnan vil hava null-hugsjón tá um harðskap og kynsligan ágang ræður

Elsebeth Mercedes Gunnleygsdóttir
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

- Ongin í Føroyum skal vera fyri harðskapi ella ágangi. Tað segði Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttir, landsstýriskvinna við almannamálum, millum annað, eftir at úrslit frá stórari kanning um harðskap vórðu løgd fram hósdagin.

Meira enn ein triðingur, 36 prosent, av teimum spurdu hava verið fyri onkrum slagi av harðskapi. Og 23 prosent – ella meira enn fimti hvør – av teimum spurdu hava verið fyri kynsligum ágangi.

Harðskapur og kynsligur ágangur hava sera álvarsligar fylgjur fyri tey, sum eru rakt. Tí sambært kanningini eru nógv teirra,  sum hava verið fyri kynsligum ágangi, plágað av tungum tonkum, vónloysi, einsemi og trupulleikum í parlagnum.

Tey eru eisini í nógv størri mun, enn onnur, arbeiðsleys ella óarbeiðsfør.

- Hetta eru tøl, ið tala, og arbeiðið at basa harðskapi og ágangi, er ikki liðugt, staðfestir landsstýriskvinnan, sum ætlar sær at halda fram við hesum týdningarmikla arbeiði:

- Vit skulu krevja eina null-hugsjón, tá um harðskap og kynsligan ágang ræður”, sigur hon.

Kanningina, sum varð løgd fram fyrrapartin, hevur Setrið gjørt fyri Almannamálaráðið. Lóður stóð fyri at savna inn dáturnar, og spurt varð um harðskap av ymsum slag og um, hvussu harðskapur ávirkar lívsgóðskuna hjá fólki.

Umleið 2.000 tilvildarliga vald fólk í aldrinum 18-75 ár vórðu spurd, og umleið 1.100, ella 51 prosent, hava svarað.

Hetta er tann fyrsta kanningin av sínum slag, og seinni í ár verður ein nýggj kanning gjørd, tá av støðuni hjá teimum, sum í dag eru børn og ung.

- At fáa til vega nágreiniliga vitan um hetta økið hevur alstóran týdning, og eg eri fegin um, at vit nú hava eitt enn betri grundarlag at arbeiða við. Tí við álítandi tølum av slíkum slagi ber til at leggja arbeiðið til rættis á besta hátt, sigur Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttir, landsstýriskvinna við almannamálum.

Úrslitini síggjast her

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 20. mai 2021

9 Leygardagur 22. mai 2021

Vestergaard: Russarar eru ikki okkara fíggindar

Fiskimálaráðharrin mælir til, at føroyingar sjálvir reka eftirlitsradara á Sornfelli. Talan er ikki um eitt hernaðarmál, men eitt eftirlitsmál, og tí eigur Vørn at standa fyri radaranum

Jacob Vestergaard (Savnsmynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

- Vit eiga at taka frástøðu frá retorikkinum hjá danska verjumálaráðharranum og ávísum føroyskum politikarum, um at vit hava brúk fyri verju frá Danmark/NATO móti fíggindanum fyri eystan, Russlandi.

Soleiðis skrivar Jacob Vestergaard, landsstýrismaður við fiskivinnumálum í lesarabrævi, har hann vísir á, at tað er óneyðugt hjá okkum at óttast fyri russum.

- Russland er ikki okkara fíggindi, tvørtur ímóti. Russland er okkara trúgvi samstarvspartnari á fiskivinnuøkinum, og góður marknaður fyri okkara útflutning av fiski, skrivar fiskimálaráðharrin.

Jacob Vestergaard gongur sostatt stikk ímóti tí, sum flestu føroyskir politikarar higartil hava sagt í málinum um eftirlitsradaran, nevniliga at Føroyar eru ein natúrligur partur av vesturheiminum og harvið verjusamgonguni, Nato.

Ger ikki Føroyar til bumbumál
Jacob Vestergaard vísir eisini aftur tosinum um, at ein radari ger Føroyar til eitt bumbumál.

- Eg trúgvi als ikki uppá eitt vápnað stríð millum NATO og Russland, tí at tað tænir hvørgum og kann í ringasta føri vera oyðandi fyri allan heimin. Og tí er spurningurin um Føroyar eru eitt bumbumál av hypotetiskum slag, skrivar landsstýrismaðurin.

Jacob Vestergaard vísir á, at hann í sínum starvi sum fiskimálaráðharri hevur havt sera gott samstarv við russar, “...eitt samstarv, sum hevur tænt okkum væl. Vit hava altíð roknað russarar sum okkara nærmastu samstarvsfelagar”.

Hinvegin er støðan heilt øðrvísi við londunum í ES og Bretlandi, sum øll eru limir í Nato, leggurhann afturat.

“Í skrivandi stund, hava vit onga fiskiveiðuavtalu við ES og Bretland. Somu lond hava tikið grundarlagið burtur undan makrelsemjuni, tí tey hava noktað okkum atgongd at fiska makrel í teirra sjóøki”, skrivar hann og tekur uppaftur, at tað vóru hesu somu lond, Danmark íroknað, sum settu handilsbann móti føroyingum og stongdu flutningsleiðirnar til marknaðir aðrastaðni í heiminum.

Tað eru hesi somu lond, sum nú vilja misbrúka føroyska jørð til egin áhugamál. Føroyar skulu bara lata og einki fáa, og enntá revsast, um vit ikki vilja lýða boð, sum ganga ímóti okkara áhugamálum, skrivar Jacob Vestergaard.

Landsstýrismaðurin vísir á, at tað einasta rætta er, at føroyingar sjálvir eiga og reka radaran.

“Tey sum vilja hava radaran settan upp, skulu so gjalda fyri tær upplýsingar tey vilja hava, og á tann hátt rinda fyri íløguna og raksturin av radaranum. Sostatt skal radaramálið ikki viðgerast sum eitt hernaðarmál undir donskum málsræði, men sum eitt eftirlitsmál undir føroyskum málsræði, har rætti myndugleikin er okkara eftirlitsstovnur Vørn”.

Alt lesarabrævið hjá Jacob Vestergaard kann lesast her  

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 21. mai 2021

10 Leygardagur 22. mai 2021

- Fyri Føroyar er eitt burðardygt Arktis altavgerandi

Hetta segði løgmaður millum annað í røðu sínu í Reykjavík hósdagin. Fyri fyrstu ferð nakrantíð hevur arktiska ráðið lagt til rættis og samtykt eina niðurskrivaða ætlan fyri framtíðina í arktiska økinum. Hon er býtt í trý høvuðsøki, har umhvørvisverja er nummar eitt

Bárður á Steig Nielsen og amerikanski uttanríkisráðharran, Anthony Blinken, samskiftu áðrenn sjálvan fundin (Mynd: lms.fo)
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

Hósdagin hevði løgmaður orðið í arktiska ráðnum í Reykjavík. Har legði Bárður á Steig Nielsen millum annað dent á føroyska leiklutin í Arktis og vaksandi týdningin hjá arktiska ráðnum í samband við veðurlagsbroytingar.

- Fyri Føroyar er eitt burðardygt Arktis altavgerandi. Okkara havøki er næstan 200 ferðir so stórt sum okkara landøki. Vit eru søguliga ávirkað av og bundin av havinum – eisini arktiska havinum. Tí eru vit tilvitað um veðurlagsvandan og møguligar avleiðingar av teimum, segði løgmaður millum annað í røðuni.

Áðrenn fundin í íslendska høvuðsstaðnum fekk løgmaður millum annað orðið á amerikanska uttanríkisráðharran Anthony Blinken og russiska uttanríkisráðharran Sergej Lavrov. Seinni hósdagin fór løgmaður á fund við íslendska uttanríkisráðharran, Guðlaug Þór Þórarson.

Arktiska ráðið samtykkir strategiska ætlan
Fyri fyrstu ferð nakrantíð hevur arktiska ráðið lagt til rættis og samtykt eina niðurskrivaða ætlan fyri framtíðina í arktiska økinum.

Ætlanin, sum limalondini hava arbeitt við, og sum íslendski formansskapurin hevur staðið á odda fyri, er býtt í trý høvuðsøki: (1) umhvørvisverja, (2) burðardygg sosial og búskaparlig menning og (3) eitt styrkt arktiskt ráð.

Arktis hitnar tríggjar ferðir skjótari enn flest onnur øki í heiminum, og tí fyltu veðurlagsbroytingar nógv á fundinum hjá arktiska ráðnum fyrrapartin.

Íslendski formansskapurin í arktiska ráðnum endaði hósdagin, og Russland tekur yvir formansskapin næstu tvey árini.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 20. mai 2021

11 Leygardagur 22. mai 2021

Jenis: Góð samrøða við Blinken

- Tíðin krevur broytingar í ríkisfelagsskapinum, segði landsstýrismaðurin við danskar miðlar eftir fundin í uttanríkisráðnum mánadagin

(Mynd: EPA)
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

- Eg eri nøgdur við, at nýggja amerikanska stjórnin ikki hevur broytt politikk viðvíkjandi viðurskiftunum við Føroyar.

Soleiðis segði Jenis av Rana, landsstýrismaður, eftir fundin við amerikanska uttanríkisráðharran, Antony Blinken í Keypmannahavn mánadagin.

Í samrøðu við Lotte Mejlhede hjá TV2 fyri eftir fundin fegnaðist hann um, at amerikanski uttanríkisráðharrin vísti áhuga fyri Føroyum, og var sinnaður at halda fram við samstarvinum, sum byrjaði við undanfarna uttanríkisráðharra, og samstarvsavtaluni millum Føroyar og USA, ið varð gjørd í USA.

Hann upplýsti, at teir báðir tosaðu um føroysku umboðanina í Washington og var sera áhugaður at hoyra um føroysku ætlanirnar um at lata eina sendistovu upp í amerikanska høvuðsstaðnum.

Ríkisfelagsskapurin krevur broytingar
Í donskum miðlum var mánadagin størri áhugi at hoyra um hvussu støðan í ríkisfelagsskapinum er, eftir at nýggi grønlendski landsstýrismaðurin við uttanríkismálum, Pele Broberg frá flokkinum Naleraq gjørdi greitt, at hann umboðar Grønland og ikki ríkisfelagsskapin á fundinum við Blinken. Nýggja grønlendska landsstýrið hevur eitt greiðari ynski um grønlendskt sjálvstýri, enna undanfarna landsstýri hevði.

Jenis av Rana vísti í samrøðuni á, at neyðugt er við broytingum í ríkisfelagsskapinum.

- Heimurin broytist, og tað má ríkisfelagsskapurin eisini, segði Jenis av Rana, og vísti á, at danski uttanríkisráðharrin hevur víst forstáilsi fyri, at Føroyar og Danmark ynskja at reka uttanríkispolitikk á jøvnum føti við Danmark.

- Tíðin krevur, at vit  eru meira sjálvstøðug á altjóða støði, segði Jenis av Rana. 

[object Object]
Pele Broberg, nýggjur grønlendskur landsstýrksmaður við uttanríkismálum (Mynd: EPA)

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 17. mai 2021

12 Leygardagur 22. mai 2021

Amerikanska stjórnin sendi boð eftir Ocean Rainforest úr Føroyum

Tá amerikanski uttanríkismálaráðharrin, Antony Blinken við fygli, vitjaði í danska høvuðsstaðnum í vikuni, vildi tey hitta fyritøkur, sum ganga undan við at menna viðvarðandi orkuloysnir, og boð varð m.a. eftir Ocean Rainforest úr Føroyum

 
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Tá amerikanski uttanríkisráðharrin Blinken við fylgi vitjaði í Keypmannahavn vildu tey hitta fyritøkur, sum ganga undan við at menna viðvarðandi orkuloysnir, og fremja burðardyggar hættir at minka um veðurlagsbroytingar.

Stóru donsku fyritøkurnar Ørsted, Vestas, Haldor Topsøe, Novo Nordisk Fonden og BIG Arkitektar vóru bodnar á fund, og harafturat vóru boð send til Ocean Rainforest úr Føroyum um at taka lut á fundinum við umboðini fyri amerikansku stjórnina.

Amerikanskir myndugleikar hava fyrr sent boð eftir Ocean Rainforest, tí stórur áhugi er fyri taraaliskipanini, sum felagið hevur ment og roynt í drúgt áramál í Funningsfirði.

Seinastu tvey árini hevur Ocean Rainforest arbeitt við at laga føroysku aliskipanina til umstøðurnar fram við kaliforniastrondini í samstarvi við amerikanska orkumálaráðið, sum fíggjar stóran part av verkætlanini. Fýra fólk starvast hjá Ocean Rainforest í Kalifornia.

Á fundinum vísti felagið á, at loyvismannagongdirnar mugu gerast einfaldari, um verulig ferð skal koma á taraaling og gagnnýtslu av havøki til at framleiða burðadygga orku og minka um útlátið av CO2.

Ocean Rainforest takkaði fyri álitið amerikanskir myndugleikar sýndu felagnum, og mælti til at víðkað samstarvið tvørtur um Atlantshav, so meiri ferð kemur á taraalingina í Evropa og Amerika.

[object Object]

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 19. mai 2021

13 Leygardagur 22. mai 2021

Jarðfrøðingarnir høvdu trygdarskeið

Tær varnaðust ongantíð vandan – tí brúktu tær ikki trygdarútgerðina í Sandoyartunnlinum

(Savnsmynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

Teir báðir jarðfrøðingarnir hjá Jarðfeingi, sum seinasta fríggjadag vóru fangaðar inni í Sandoyartunnlinum meðan ein ljósmotorur brendi, merktu ongantíð til royk. Ikki fyrr enn tey sóu ljósini frá sløkkiliðsbilinum, sum kom eftir teimum, løgdu tær til merkis, at luftin ikki var so góð.

Tí harmast tær um, at fólk hava fingið fatan av, at tær ikki vóru fyrireikaðar til eina slíka vandastøðu eftir at hava hoyrt teirra frágreiðingar í útvarps- og sjónvarpstíðindunum fríggjakvøldið.

Ta uppfatanina fingu vit eisini her á Portalinum og Blaðnum Vikuskifti, og út frá teirri uppfatanini, varð oddagreinin í seinasta nummari av Blaðnum Vikuskiftið skrivað.

Tær hava sent okkum hesa frágreiðing:

“...  vit (hava) báðar tikið trygdarskeið og vóru væl kunnaðar um trygdina í tunlinum. Tað merkir eisini at vit vistu hvat vit skuldu havt gjørt, um vit mettu, at vit vóru í vanda.

Vit høvdu IKKI nakran varhuga av (ella orsøk til at halda), at vit vóru í vanda, av tí at har hvørki var nakar eldur ella roykur at síggja, har vit arbeiddu. Luftin var rein og góð allan vegin, og tað var ikki fyrr enn teir seinastu 10 minutturnar, at vit merktu nakað sum helst í luftini. Tað var ikki tjúkkur roykur, luftin var bara eitt sindur meira støvut og tung, og so skjótt vit løgdu merki til, at luftin byrjaði at bliva í so tung, sóu vit lyktirnar frá bilinum og vistu, at vit sluppu út.

Høvdu vit ikki sæð ein bil tá, so høvdu vit vent við og farið inn í containaran, so trupulleikin var als ikki, at vit ikki vistu hvussu útgerðin skuldi brúkast, ella hvat vit skuldu gera. Vit merktu ongan vanda og høvdu tí onga orsøk til at brúka útgerðina.” 

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 17. mai 2021

14 Leygardagur 22. mai 2021

Farsóttarnevndin og Marita Rasmussen ársins leiðarar

Ársins leiðarar innan tað almenna og tað privata vóru kosnir á Leiðaradegnum í gjár

Michael Boolsen, fúti og formaður í Farsóttarnevndini, tók ímóti heiðrinum
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Nevndin, sum undir koronafarsóttini hevur ráðgivið landsstýrinum um hvat vit skulu gera er ársins leiðari hjá tí almenna, og hjá tí privata er Marita Rasmussen kosin ársins leiðari.

Hjá tí almenna vóru Marjun Hanusardóttir, løgmansstjóri og Pál Weihe, leiðari fyri deildini Arbeiðs- og Almennaheilsu tilnevnd. Hjá tí privata vóru umframt Maritu Rasmussen, eisini Fróði Clementsen, stjóri í Teldutænastuni og Martin Restorff, stjóri á Hotel Hilton Garden Inn, tilnevndir.

Dómsnevndin sigur soleiðis um ársins almenna leiðara

Viðkomandi hevur seinasta árið siglt á ókendari farleið uttan at hava nakað sjókort. Viðkomandi tók uppgávuna og ábyrgdina á seg tá tørvurin og óvissan var størst. Viðkomandi framstendur álitisvekajdn iog hevur skapt ró millum manna í einari ófrættakendari tíð, og hevur leitt og vegleitt okkum øll við sera góðum úrslitum sum fólk úti í heimi eisini hava frætt um. Og tey hava megna, at standa í móti einum ovurmiklum trýsti, og hava áhaldandi funnið loysnina.

Ársins leiðari hjá tí almenna er Farsóttarnevndin.

Dómsnevndin sigur soleiðis um ársins privata leiðara

Ársins leiðari hevur seinastu mongu árini verið við í almenna kjakinum á ein sakligan, dugnaligan og virkandi hátt. Hon framstendur stinn, siðilig og samlandi eisini tá stormarnir leika, og er ikki bangin fyri at taka leiðsluna og vísa vegin í truplum málum.

Hon megnar at hugsa stórt og smátt samstundis og megnar at hava nógvar bóltar í luftini í senn.

Ársins leiðari hjá tí privata er Marita Rasmussen, stjóri í Vinnuhúsinum.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 21. mai 2021

15 Leygardagur 22. mai 2021

50 ára føðingardagur á Vaglinum

Javni hátíðarhelt leygardagin 50 ára stovningardagin við stórum tiltaki á Vaglinum. Nógv fólk møttu upp.

(Mynd: Jens Kr. Vang)
SkrivaÐ:

-

Jens Kristian Vang tók myndirnar

[object Object]

[object Object]

[object Object]

[object Object]

[object Object]

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 15. mai 2021

16 Leygardagur 22. mai 2021

Annika Højgaard heiðrað fyri ótroyttandi arbeiði

Hon hevur stjórnað Ælaboganum síðani tey spældu fyrstu tónaranr fyri skjótt 22 árum síðani. Farna leygardag, á 50 ára stovningardegnum hjá Javna, varð Annika Højgaard heiðrað

Heðin Mortensen, borgarstjóri í Tórshavnar kommunu og Annika Højgaard (Mynd: Tórshavnar kommuna)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Leygardagin vóru liðin 50 ár síðani felagið Javni varð stovnað. Nógv fólk hátíðarhildu runda dagin á Vaglinum. Bæði røður og tónleikur vóru á skránni.

Ælabogin spældi eisini nøkur vælumtókt løg.

Annika Højgaard hevur við eldhuga og nærlagni stjórnað orkestrinum øll árini, síðani tey spældu fyrstu tónarnar fyri skjótt 22 árum síðani. Fyri stóra arbeiðið við orkestrinum og í Javna annars øll árini fekk Annika handað eitt blómutyssi og eina serliga bringunál frá Heðini Mortensen, borgarstjóra í Tórshavnar kommunu.

Ælabogin byrjaði í Skansastovu í Havn 28. september í 1990. Fleiri, sum vóru við frá byrjan, eru við enn. Tey hava javnan havt konsertir bæði í Havn og úti um landið, og tey hava somuleiðis verið við til tiltøk uttanlands, bæði í Noregi og Spania. Og altíð hevur Annika Højgaard verið við.

Annika gevur øllum rúm og fær tað besta fram í hvørjum einstaka persóni, skrivar høvuðsstaðarkommunan á heimasíðuni.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 15. mai 2021

17 Leygardagur 22. mai 2021

– Sum eg eri fegin um at Javni kom

Javni er kanska tað besta dømið um, hvussu stóran týdning rørslur og áhugafelagsskapir hava í einum samfelag, og hevur felagið fingið nógv burturúr seinastu 50 árini, segði løgmaður í røðu sínari á hátíðarhaldinum hjá Javna

– Hetta er ein góður dagur. Ein hátíðardagur. Bæði tí, at Javni fyllir 50 ár - og tí vit í dag fáa høvi at feira øll tey nógvu málini, sum Javni hevur arbeitt fyri og fingið ígjøgnum - og sum hava gjørt Føroyar betri, segði Bárður á Steig Nielsen, løgmaður í røðu sínari leygardagin (Mynd: Jens Kr. Vang)
SkrivaÐ:

Alda Nielsdóttir

– Javni er kanska tað besta dømið um, hvussu stóran týdning rørslur og áhugafelagsskapir hava í einum samfelagi.

Tað segði Bárður á Steig Nielsen, løgmaður tá hann leygardag seinnapart helt røðu á Vaglinum í sambandi við 50 ára hátíðarhaldinum hjá Javna.

Felagið hjá fólki við menningartarni og familjur teirra hevði 50 ára stovningardag fríggjadagin, og varð tað hátíðarhildið í Havn dagin eftir.

– Sum eg eri fegin um, at Javni kom. At fólk søgdu frá – og vildu hava, at tað var pláss fyri øllum føroyingum í Føroyum.

– Vit eiga jú øll hetta landið. Í felag. Og eingin eigur tað meiri enn nakar annar. Eingin eigur at kunna siga við nakran annan: Nei, tíverri, vit hava ikki pláss fyri tær her í okkara landi, segði løgmaður.

– Seinastu 50 árini hevur Javni staðið sum ein verjugarður - og mint okkum á, at í Føroyum skal tað vera pláss fyri øllum. Og at í Føroyum hava vit brúk fyri øllum. Tað eru góðar og vigtigar áminningar. Tí øll hava nakað at geva, segði hann.

Løgmaður vísti á, at føroyska samfelagið eigur at verða skipað soleiðis at øll, uttan mun til avbjóðingar og fortreytir, skullu kunna liva eitt virkið og sjálvstøðugt lív.

Hóast løgmaður ásannaði, at tað kanska gekk ov seint, eru kortini nógv framstig gjørd seinastu 50 árini, og vísti hann á, at vit eitt nú hava fingið skúlar, seflokkar og serbreytir, umframt bústovnar og umlættingarheim.

– Tað allarmesta av tí góða, sum er hent á hesum økinum, er sprottið úr Javna. Og tað er vert at hátíðarhalda.

– Vit politikarar taka nógvar avgerðir um alt møguligt allatíðina - og vit hava ofta brúk fyri, at onkur skumpar undir okkum. Minnir okkum á tað vigtigasta, segði Bárður á Steig Nielsen.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 16. mai 2021

18 Leygardagur 22. mai 2021

Kappingin um starvsfólk er gróthørð

Lága arbeiðsloysið í Føroyum hevur við sær, at fyritøkur stríðast fyri at fáa skikkað starvsfólk

(Savnsmynd: Hagstovan)
SkrivaÐ:

Alda Nielsdóttir

Lága arbeiðsloysið í Føroyum hevur við sær, at tað nærum er vorðin ein gerandiskostur hjá fyritøkum at stríðast fyri at fáa skikkaði starvsfólk. Men hesar avbjóðingar eru tó ikki bara í Føroyum. Eisini londini kring okkum eru í somu støðu, og tí er kappingin um starvsfólk gróthørð, skrivar Vinnuhúsið á heimasíðuna.

Í eitt nú Danmark er stórur tørvur á faklærdum starvsfólkum. Starvsfólk mangla ikki bert innan byggivinnuna, men eisini innan landbúnað, fiskiskap og ferðavinnu, sigur Dansk Arbejdsgiverforening.

Í 20 prosent av førunum eydnast tað ikki donskum fyritøkum at fáa sett størvini, og í ringasta føri kann støðan føra til ovhitan av búskapinum, sigur Jacob Holdbraad, stjóri í Dansk Arbejdsgiverforening.

Føroya Arbeiðsgevarafelag hevur ferð eftir ferð víst á átrokanadi avbjóðingarnar, sum føroyskar vinnufyritøkur hava í sambandi við vantandi arbeiðsmegi. Um vinnan skal verða kappingarfør er neyðugt at hava góða atgongd til starvsfólk, herundir eisini útlendsk starvsfólk, skrivar Vinnuhúsið.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 17. mai 2021

19 Leygardagur 22. mai 2021

Dátueftirlitið: 372 mál stovnað í fjør

Dátueftirlitið hevur júst latið frá sær ársfrágreiðingina fyri 2020, og í henni sæst, at talið á stovnaðum málum í fjør var hægri enn í 2019

(Savnsmynd)
SkrivaÐ:

Alda Nielsdóttir

Talið á stovnaðum málum hjá Dátueftirlitinum í fjør var hægri í fjør í mun til undanfarna ár. Í 2020 vórðu 372 mál stovnað.

Tað sæst í ársfrágreiðingini hjá Dátueftirlitinum, sum varð almannakunngjørd í vikuni.

Umframt at viðgera ítøkiligar umsóknir um loyvir og kærur um viðgerð av persónupplýsingum, hevur Dátueftirlitið svarað nógvum fyrispurningum frá bæði privatum og almennum myndugleikum um nýggju dátuverndarlógina.

Eins og fyri øll onnur, hevur korona eisini sett sín serliga dám á arbeiðið hjá Dátueftirlitinum í 2020.

Løgtingslógin um vernd av persónupplýsingum (dátuverndarlógin) bleiv samtykt í juni 2020, og kom í gildi 1. januar 2021, og Dátueftirlitið brúkti nógva orku í 2020 at fyrireika gildiskomuna.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 17. mai 2021

20 Leygardagur 22. mai 2021

Mykines: Lendingin skal útbyggjast - brúgvin verður nú skift út

Landsverk boðar frá, at hetta fer at ávirka siglingarvirksemið til og frá Mykinesi, og at brúgvin verður stongd fyri fólki ein part av summarinum.

Væntað verður, at fólk kunnu brúka nýggju brúnna út í Mykineshólm í september (Mynd: Landsverk) 
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

Tvær týðandi verkætlanir verða gjøgnumførdar í Mykines í summar.

Tann fyrra er farin í gongd. Tað er arbeiðið við at skifta brúnna út í Mykineshólm. Hetta merkir, at frá í komandi viku verður brúgvin stongd fyri ferðafólki. Landsverk skrivar á heimasíðu sínari, at arbeiðið við at skifta brúnna fer at hava við sær, at brúgvin verður stongd fyri fólki ein part av summarinum, og at væntandi kunnu fólk brúka nýggju brúnna út í Mykineshólm í september. 

Arbeiði skal eisini gerast við lendinginina í Mykinesi, sum skal útbyggjast í summar, Hetta fer at hava ávirkan á siglingarvirksemið til og frá Mykinesi, skrivar Landsverk á heimasíðu sínari.

Tað fer væntandi í gongd síðst í hesum mánaðinum og fer væntandi at taka umleið fimm vikur frá, tá ið byrjað verður.

- Arbeiðið fer at hava við sær, at plássið til ferðafólk verður minni, ímeðan arbeiðið fer fram. Hetta kann hava við sær, at tað fer at taka longur tíð at fáa fólk av og á oynna. Arbeiðstakarin fer at gera sítt fyri at hjálpa ferðafólki og viðføri trygt uppá pláss.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 21. mai 2021

21 Leygardagur 22. mai 2021

1580 bilar av landinum til endurvinning

Brennistøðin á Hjalla avskipaði næstan 6.000 tons av jarni og metalli til endurvinningar í fjør

 
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Kommunala Brennistøðin á Hjalla avskipaði næstan 6.000 tons av jarni og metalli til endurvinning í fjør. Ein stórur partur av hesum eru bilar – í fjør vórðu ikki færri enn 1.580 bilar umhvørvisviðgjørdir á brennistøðini. Restin er elektronikkur og káplar.

Sokallaða umhvørvisviðgerðin umfatar eitt nú avmontering av akkumulatorum og katalysatorum til endurvinning, umframt at tøma bilarnar fyri allar veskur.

Brennistøðin hevur millum annað samstarv við Dugna, sum tekur teldur og dustsúgvarar sundur. Elektronikkur annnars verður flokkaður á brennistøðini.

Í fjør vórðu avskipað 107 tons av elektronikki – harav 49 tons av káplum. Mongdin veksur men vektin minkar, tí elektronikkur gerst alsamt lættari.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 17. mai 2021

22 Leygardagur 22. mai 2021

Sinnisbati: Hetta er ein syndarlig støða

Bíðilistin til barna- og ungdómspsykiatriina er ov lang, og heitir Sinnisbati á myndugleikar um at játta neyðugu fíggingina til at útgreina fleiri børn og ung

Nevndin í Sinnisbata (Mynd: Sinnisbati)
SkrivaÐ:

Alda Nielsdóttir

Bíðitíðin til barna- og umgdómspsykiatriina er umleið 14-15 mánaðir, og í løtuni eru 166 børn og ung á bíðilista. Tað segði Kaj Leo Holm Johannesen, landsstýrismaður við heilsumálum í farnu viku í svari til fyrispurning hjá Sirið Stenberg.

Hetta er ein syndarlig støða, heldur Sinnisbati, felagið hjá teimum, ið hava sálarsjúku og avvarðandi teirra.

Høvuðsorsøkin til langa bíðilistan er, at fleiri børn og ung verða ávíst til útgreiningar og viðgerð.

Sinnisbati heitir í skrivi, sum er sent miðlunum, á politiska myndugleikan um at játta neyðugu fíggingina til at útgreina fleiri børn og ung.

Skrivið hjá Sinnisbata er soljóðandi:

166 børn- og ung á bíðilista til Barna- og ungdómspsykiatri í Føroyum.

Hetta er ein syndarligur standur vit eru í, at so nógv eru á bíðilista, og handan hesi børn og ung eru sperdar familjur og onnur avvarðandi. Skúlin t.d. har lærarin er ørkymlaður um næmingin, ítróttarfelagsskapurin har tann, sum er ússaligur kanska ikki kann luttaka longur, vinfólk hjá barninum og tí unga, sum ikki skilja, hvat er á vási o.s.fr.

Hvar hoppar ketan av? Jú, vit mangla fígging, so at fakfólk her heima, og tey, sum vit keypa inn uttanífrá, sleppa til arbeiðis at útgreina hesi, okkara dýrabarasta tilfeingi, børn og ung, sum standa á langa bíðilistanum. Sinnisbati vil staðiliga heita á avvarðandi politiska mynduleika og málaráð at játta hesa fígging, ongantíð ov skjótt, tí vit vita, at skjót hjálp er besta hjálp, tá ið vit tosa um psykiatriskar problematikkir.

Lat okkum, sum landið, ið er ein úrmælingur í at basa og halda koronu frá hurðini, somuleiðis verða heimsmeistari í at hava eina barna- og ungdómspsykiatri, har eingin hongur á einum bíðilista eina løtu ov leingi.

Vit byggja tunnlar og menna okkara undirstøðukervi, hetta er gleðiligt og gott fyri Føroyar. Hetta kostar milliónir, og í nøkrum føri milliardir, og okkara politiska skipan himprast ikki serliga nógv við at fara undir hesar risa verkætlanir. Sinnisbati vil heita á tykkum, sum taka politiskar avgerðir, og kunnu játta tann pening, sum skal til á psykiatriska økinum, ið útgreinar og viðgerð okkara ungu, um at sýna somu vælvild, sum víst verður á undirstøðukervsøkinum. Felags fyri báðar íløgur er, at tær í longdini spara seg sjálvar inn aftur fleirfaldað.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 15. mai 2021

23 Leygardagur 22. mai 2021

ALS: 2020 royndist væl - hóast korona

Áttanda árið á rað var arbeiðsloysið í Føroyum við árslok í 2020 tað lægsta yvirhøvur samanborið við onnur lond í Evropa

(Savnsmynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Eftir níggju ár við minkandi arbeiðsloysi kvinkaði arbeiðsloysið uppeftir í 2020. Í miðal fyri alt árið 2020 var arbeiðsloysið 1,5 prosent, sum er nakað hægri enn í 2019, tá arbeiðsloysið í miðal fyri árið var 1,1 prosent.

Talið á fólkum, sum vóru rakt av arbeiðsloysið fór úr 399 í ársmiðal fyri 2019 upp í 546 fyri 2020.

Arbeiðsloysið í Føroyum er kortini sera lágt, og áttanda árið á rað var arbeiðsloysið í Føroyum við árslok í 2020 tað lægsta yvirhøvur samanborið við onnur lond í Evropa.
Noreg er tað Norðurlandið, har arbeiðsloysið er lægst – næst eftir Føroyar. Við árslok í 2020 var arbeiðsloysið í Noreg 5% - samanborið við 1,3 prosent í Føroyum við árslok 2020.

Ársroknskapurin hjá ALS fyri 2020 varð samtyktur av stýrinum fyri ALS í farnu viku, og hann vísir eitt avlop á 37,1 milliónir krónur, sum er væl minni, enn tað var árið frammanundan. Orsøkin til tað var serligi hjálparpakki 1, sum kostaði ALS 128,5 milliónir krónur.

Á Grækarismessu 2020 boðaði løgmaður frá, at føroyska samfelagið skuldi niður í ferð orsakað av korona-smittuni, sum var komin til Føroyar, og longu dagin eftir gjørdi Føroya Arbeiðsgevarafelag greitt, at skuldi sleppast undan hópuppsagnum hjá føroyskum arbeiðsgevarum, so var neyðugt alt fyri eitt at seta ein hjálparpakka í gildi, sum tryggjaði starvsfólkum á privata arbeiðsmarknaðinum okkurt slag av lønarískoyti.

Tað var skjótt greitt, at tað fór at verða Arbeiðsloysisskipanin, sum skuldi fáa í lag og standa fyri fyrsta hjálparpakkanum.

Mett var, at ALS-grunnurin var so mikið væl fyri fíggjarliga, at hann megnaði at lofta fíggjarligu avbjóðingunum við hesi serligu korona-skipanini. Og so hevði grunnurin eisini drúgvar royndir og hóskandi skipanir at sita fyri slíkari serskipan.

Sunnudagin 15. mars almannakunngjørdi landsstýrið hjálparpakkan, og mánadagin 23. mars – bara 11 dagar eftir at løgmaður hevði kunngjørt, at Føroyar skuldu niður í ferð - var klárt at taka ímóti fyrstu tilmeldingunum til serligu korona-skipanina.

Tað gingu bara nakrir heilt fáir dagar, so hevði ALS fingið oman fyri 3.000 umsóknir um lønarískoyti, og tá skipanin endaði 31. august høvdu næstan 4.800 ymiskir persónar fingið lønarískoyti úr hjálparpakka 1.

Fram til 30. juni rindaði ALS allan kostnaðin av hjálparpakkanum, meðan landið rindaði kostnaðin frá 1. juli fram til 31. august 2020.

Samlaði kostnaðurin av hjálparpakka 1 var 147,8 milliónir krónur. Parturin, ið ALS rindaði, var 128,5 milliónir krónur, meðan parturin, sum landið rindaði, var 19,3 milliónir krónur.

Hóast ALS við hesi skipanini fekk eina óvæntaða útreiðslu á 128,5 milliónir krónur, so gjørdist ársúrslitið kortini eitt avlop á 37,1 milliónir krónur.

Nógva virksemið og jaliga gongdin í føroyska samfelagnum sæst aftur í ársroknskapinum.

Samlaðu inngjøldini settu aftur met í 2020. Tey gjørdust samanlagt 253,2 milliónir krónur, sum er neyvt 8 mió. krónur meiri enn undanfarna ár, og sum er tað mesta nakrantíð.

Íroknað hjálparpakka 1 vóru samlaðu útgjøldini 206 mió. krónur. Av hesi upphædd vóru útgjøldini um hjálparpakkan 128,5 milliónir krónur, og útgjøldini av øðrum arbeiðsloysis¬stuðli var 77,5 milliónir krónur, sum var stívliga 26 milliónir meiri enn árið fyri.

Útgjøldini av vanligum arbeiðsloysisstuðli vuksu úr 30,5 milliónir krónum upp í 50,2 milliónir, og eisini útgjøldini um fiskavirkisskipanina vuksu nógv - úr 14,5 milliónum krónum upp í 21,3 milliónir, sum svarar til sløk 47 prosent. Høvuðsorsøkin til tað er vánaligur fiskiskapur og so tað, at marknaðirnir úti í heimi hava verið ávirkaðir av korona-farsóttini.

Tekniska úrslitið – tað er munurin millum samlaðu inngjøldini og samlaðu útgjøldini – gjørdist eitt avlop á 47,1 milliónir krónur í mun til 193,9 milliónir krónur í 2019.

Talið av ársverkum minkaði triðja árið á rað. Tað vóru trý færri ársverk í 2020 samanborið við 2019. Hinvegin hækkaðu starvsfólkakostnaðirnir við 2,2 milliónum krónum í 2020. Orsøkin til tað er, at starvsfólkini á ALS arbeiddu mest sum nátt og dag at tryggja øllum teimum sløku 5.000 fólkunum, sum vóru í serligu korona-skipanini, lønarískoyti rættstundis. Hetta hevði við sær sera nógv úrtíðararbeiði og harvið hægri starvsfólkakostnað.

Tað er vorðið alsamt bíligari at reka ALS hesi seinastu nógvu árini. Samlaðu rakstrarkostnaðirnir vóru fýra milliónir krónur í 2020, sum er ein mió. krónur minni enn árið fyri. Tað svarar til eina sparing á 20 prosent.

Rakstrarkostnaðirnir í 2020 vóru teir lægstu síðani 1995, og samanborið við rakstrarkostnaðirnar hjá donskum a-kassum, so er ALS væl bíligari enn donsku a-kassarnir at reka.

Samlaðu fíggjarognirnar vuksu við 32,8 milliónum krónum og vóru 895 milliónir krónur við árslok í 2020.

Avkastið av fíggjarognunum var ikki eins gott í 2020, og tað var í 2019. Samlaðu fíggjarinntøkurnar vóru 12,5 milliónir krónur sum svarar til eitt avkast á 1,4 prosent, sum er nakað minni, enn tað hevur verið undanfarin ár. Í 2019 vóru samlaðu fíggjarinntøkurnar 26,1 milliónir krónur.

Ársúrslitið í 2020 var eitt avlop á 37,1 mió. krónur, sum er 162,6 mió. krónur minni enn í 2019.

Við árslok var eginognin 948,1 milliónir krónur, sum er tað mesta í søgu ALS.

– Stýrið og stjórn eru væl nøgd við úrslitið. Hóast ALS bar mesta kostnaðin av hjálparpakka 1, so hevði Arbeiðsloysisskipanin kortini avlop, og tað fegnast vit um. Tað er eisini gleðiligt, at arbeiðsloysið ikki vaks stórvegis eftir, at hjálparpakkin fór út gildi, og at tað enn er sera lágt arbeiðsloysi í Føroyum. Við avlopinum í 2020 er Arbeiðsloysisskipanin styrkt enn meira, langtíðarhaldførið er tryggjað, og skipanin er fíggjarliga væl fyri at standa ímóti bakkøstum, sum kunnu koma”, sigur Magni á Deild Olsen, stjóri hjá ALS.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 17. mai 2021

24 Leygardagur 22. mai 2021

Bæði út- og innflutningur minkaði í koronaárinum

Minkaða virksemið farna 12 mánaðaskeiðið sæst aftur í hagtølunum hjá Hagstovuni

(Mynd: Hagstovan)
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

Tað ber nú til at staðfesta, at vit í Føroyum útfluttu fyri meira enn hálvaaðru milliard krónur minni í koronaárinum, enn sama tíðarskeið frammanundan.

Hagstovan hevur júst dagført útflutningin og innflutningin fyri mars mánað, og staðfestast kann nú hvussu tølini síggja út í 12 mánaða skeiðinum har korona herjaði Føroyar og heimin - frá apríl 2020 til og við mars 2021.

Útflutningurin var góðar átta milliardir krónur, og hetta er meira enn hálva aðru milliard minni enn sama tíðarskeið frammanundan.

Tað er minni útflutt í flestøllum vørubólkum, staðfestir Hagstovan á heimasíðuni.

Minkingin av útfluttum laksi er oman fyri hálva milliard krónur. Tað er ein minking á 13 prosent. Nøgdin var áleið tann sama.

Útflutningurin av toski er minkaður næstan 400 milliónir krónur, sum svarar til eina minking á 33 prosent. Minkingin er 34 prosent í nøgd fyri tosk.

Eisini er minni útflutt av makreli. Har er minkingin 272 milliónir krónur, sum er 28 prosent. Í nøgd er minkingin 15 prosent.

Innflutt fyri hálva milliard minni
Innflutningurin í sama tíðarskeiði er eisini minkaður. Samlaði innflutningurin var góðar átta milliardir krónur, sum er ein hálv milliard minni enn 12 mánaða skeiðið frammanundan.

Skipainnflutningurin er minkaður 450 milliónir krónur, og vit hava eisini brúkt 338 milliónir krónur minni upp á brennievni, serliga vegna lægri prís á brennievni.

Tað sum er innflutt til beinleiðis húsarhaldsnýtslu er tó vaksið 200 milliónir ella 12 prosent.

Innflutningurin av maskinum, útgerð og tilfari til vinnuna er vaksin, tó er minni innflutt av byggitilfari hetta tíðarskeiði, skrivar Hagstovan. 

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 18. mai 2021

25 Leygardagur 22. mai 2021

350 metrar av grótlaðing avhendaðir Sjóvar kommunu

J&K Petersen hevur lagað grót við sjóvarmálan við tunnilsmunnan á Strondum. Sjóvar kommuna hevur nú fingið eitt øki upp á 18.000 fermetrar. Nú skal avgerast hvat økið skal brúkast til

(Mynd: J&K Petersen)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Í vikuni avhendaði J &. K Petersen grótlaðing til Sjóvar kommunu. Avhendingin fór fram í hølunum hjá kommununi.

Sáttmálin varð undirskrivaður við endan av 2018, og arbeiðið er gjørt í tveimum umførum, soleiðis at hetta er tillagað í mun til arbeiðið í sambandi við Eysturoyartunnilin og tunnilsmunnan á Strondum.

Tunnilin lat upp í seinnu helvt av desember 2020, og eftir hetta varð seinasta hond løgd á grótlaðingina. Arbeiðið hevur umfatað 350 metrar av grótlaðing við sjóvarmálan við tunnilsmunnan á Strondum.

Artur Johansen, borgarstjóri í Sjóvar kommunu, sigur í tíðindaskrivi, at kommunan nú hevur fingið eitt øki upp á umleið 1800 fermetrar, sum kann brúkast til framtíðar virksemi. Kommunan arbeiðir í løtuni við kanningum og ætlanum, kanningum og møguleikum, um hvussu økið best kann brúkast.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 21. mai 2021

26 Leygardagur 22. mai 2021

Mest yvirtikið plastsveisifyritøku

Mest hevur gjørt avtalu við Dansk PE Svejsning um yvirtøku av PE Sveising Føroyar, sum hevur meiri enn 20 ára royndir innan økið

 
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

MEST hevur í vikuni gjørt avtalu við Dansk PE Svejsning um yvirtøku av PE Sveising Føroyar. Somuleiðis er sáttmáli undirskrivaður millum fyritøkurnar um samstarv, sum snýr seg um útbúgving av fólkum á MEST og um útrokningar av dimensiónum og tekniska ráðgeving.  

Dansk PE Svejsning hevur meiri enn 20 ára royndir innan økið og hevur veitt nógvar loysnir til kommunur, biogassvirkir og onnur.

Í Føroyum hevur PE Sveising Føroyar staðið fyri nýggja biogass virkinum “Førka” hjá Bakkafrost – umframt at hava veitt loysnir til bøndur og skip. Talan er um eina fyritøku, sum veitir kappingarførar vørur og tænastur – og er fyritøkan tvær ferð tilnevnd sum sokallað gazellefyritøka.

[object Object]
“Førka” hjá Bakkafrost

Í sambandi við avtaluna er David Leifsson, sum higartil hevur starvast hjá PE Sveising, settur í starv á MEST. David verður formaður á nýggju Plast deildini á MEST í Runavík. Goymsla og skrivstova verður somuleiðis á MEST Runavík og hevur deildin longu nógv at gera. David hevur 10 ára royndir innan plastsveising og er góðkendur (sertificeraður) plastsveisari.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 20. mai 2021

27 Leygardagur 22. mai 2021

Mínlykil fer í søguna

Samleikin, sum 17.700 føroyingar hava fingið sær, er komin í staðin fyri Mínlykil, sum verður stongdur 1. juli

(Mynd: Samleikin.fo)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Frá 1. juli í ár ber ikki longur til at rita inn við Mínlykil. Talgildu Føroyar boða frá, at Mínlykil verður gjørdur óvirkin um ein góðan mánað. Samleikin er komin í staðin fyri Mínlykil, og kann nú brúkast á teimum síðum og tænastum, sum higartil hava brúkt Mínlykil.

Harumframt eru fleiri aðrir tænastuveitarar, sum brúka Samleikan sum innritan, og enn fleiri leggjast aftrat.

Seinni í ár fara eisini føroysku peningastovnarnir at brúka Samleikan til netbankarnar. Sostatt kanst tú rita inn við Samleikanum til flestu talgildu tænasturnar, siga Talgildu Føroyar.

17.700 føroyingar hava longu fingið sær Samleikan.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 21. mai 2021

28 Leygardagur 22. mai 2021

Tjóðveldi hevur floksting í Sørvági hetta vikuskiftið

Undir heitinum "Sjálvbjargið fólk, vinna og vælferð". Tjóðveldi vil á flokstinginum leggja dent á teir partar av okkara vinnu og framleiðslu, sum í politisku skipanini støðugt verða gloymdir, goymdir burtur og fáa vánaligar sømdir 

Høgni Hoydal hevur sína formansfrágreiðing leygarmorgunin (Mynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

Floksting Tjóðveldis 2021 verður í marghøllini í Sørvágs skúla hetta vikuskiftið undir heitinum: “Sjálvbjargið fólk, vinna og vælferð”

- Flokstingið er evsta vald floksins og harvið árligi fundurin, har tjóðveldisfólk savnast, fyri at taka samanum og seta út í kortið av nýggjum.

Fríggjakvøldið varð skipanarparturin avgreiddur, og í dag, leygardagin, setur Tjóðveldi kikaran á, hvussu vit virða og virka okkara ríka livandi náttúrutilfeingi: Hvussu vit skulu umsita tað burðardygt, og hvussu vit kunnu fáa nógv meira virði burturúr, til tess at skapa ein sjálvberandi búskap og eitt sjálvbjargið fólk við bestu matvøruframleiðslu.

- Tjóðveldi vil við hesum leggja dent á teir partar av okkara vinnu og framleiðslu, sum í politisku skipanini støðugt verða gloymdir, goymdir burtur og fáa vánaligar sømdir. 

Talan er, sambært tíðindaskrivinum frá Tjóðveldi, um virðisøkingina á fiskavirkjunum kring landið, útróðrarvinnuna og at virka dygdarmatvørur úr okkara egna tilfeingi.

Triggir gestarøðarar fara at siga sína erligu hugsan um støðuna og geva íblástur og boð uppá, hvat vit eiga at gera. Talan er um Jens Martin Knudsen, framleiðslustjóra á fiskavirkinum Vaðhorn á Strondum, Finnbjørn Vang, ið er formaður í Meginfelag Útróðrarmanna, og Gunnhild Dahl Niclasen, sum á fleiri pallum slóðar fyri og starvast við burðardyggari matvøruframleiðslu.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 18. mai 2021

29 Leygardagur 22. mai 2021

Nú fer at bera til at lesa verkfrøði á Náttúruvísindadeildini

Bachelortútbúgvingin tekur trý og eitt hálvt ár, harav hálvt ár er starvsvenjing - hetta fyri at tryggja, at ein er til reiðar at virka á arbeiðsmarknaðinum eftir lokna útbúgving

 
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

Fróðskaparsetrið bjóðar nú eina nýggja bachelorútbúgving út, har lesandi fáa grundleggjandi praktiskan førleika til og vitan um verkfrøði, so tey eftir lokið prógv eru til reiðar at virka á arbeiðsmarknaðinum.

Útbúgvingin fer í gongd eftir summarferiuna. Heimasíðan setur.fo skrivar, at útbúgvingin í verkfrøði tekur trý og eitt hálvt ár, harav hálvt ár er starvsvenjing hjá eini fyritøku ella einum stovni. 

- Starvsvenjing er løgd inn í útbúgvingina fyri at tryggja, at tú ert til reiðar at virka á arbeiðsmarknaðinum eftir lokna útbúgving.

Útbúgvingin á Náttúruvísindadeildini er skipað soleiðis, at næmingurin aftaná á tvey tey fyrstu árini kann velja at leggja dent á byggiverkfrøði, orkuverkfrøði ella el-verkfrøði.

Endað verður við einari bachelorverkætlan, har ein fær høvi til at seta seg serliga væl inn í eitt evni, sum frálæra hevur verið um í útbúgvingini. Bachelorverkætlanin kann til dæmis gerast í samstarvi við stovn ella fyritøku, har ein var í starvsvenjinging.

Stórur dentur verður lagdur á evni sum burðardygd í t.d. bygging, orkuveiting, orkunýtslu og vitan um stóra týdningin, ið hetta hevur fyri samfelag og umhvørvi.

Umsóknarfrestin til nýggju útbúgvingina er 1. juli.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 18. mai 2021

30 Leygardagur 22. mai 2021

Føroyar fingið formansskapin fyri norðurlendska skótasamstarvið

Seinnapartin í dag varð formansskapurin fyri norðurlendska Skótaráðið formliga handaður føroyingum. Hetta fór fram, tá umboð fyri Føroya Skótaráð og allar skótaamskipanirnar vórðu savnað á Gjáargarði

 
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Sunnudagin varð formansskapurin fyri norðurlendska Skótaráðið formliga handaður føroyingum. Eftir ætlan skuldi handanin verið farin fram á stórari norðurlendskari ráðstevnu í Noregi, men orsakað av koronufarsóttini hevur ráðstevnan hesaferð verið hildin á netinum.

Í sambandi við ráðstevnuna hava umboð fyri Føroya Skótaráð og allar skótasamskipanirnar í Føroyum savnast á Gjáargarði um vikuskiftið, har føroyski parturin av ráðstevnuni hevur verið hildin.

Somuleiðis hava hinar norðurlendsku skótasamskipanirnar savnast í sínum londum, og umvegis netið hava øll hildið ráðstevnu saman - í hvør sínum lag.

Formansskapurin í Norðurlendska Skótaráðnum gongur upp á skift millum øll limalondini við trimum árum á gangin. Norra hevur havt formansskapin seinastu trý árini, og komandi trý árini eru tað so Føroyar, ið hava henda heiður. Seinast formansskapurin var í Føroyum var frá 2003 til 2006.

- Í leiklutinum sum formansskapur fyri norðurlendska samstarvið fara vit at virka fyri, at virksemisætlanin verður hildin, og at kunning um tiltøk koma út í góðari tíð. Vit vóna at fáa nógvar luttakarar til øll tiltøkini, og at tiltøkini sjálvandi kunnu haldast, segði Símun Michael Sørensen, formaður fyri Føroya Skótaráð, millum annað, tá hann á hátíðarhaldi fekk handaðan formansskapin fyri norðurlendska samstarvið.

- Til komandi ráðstevnuna fara tit at uppliva føroyska mentan, náttúru og gestablídni, og vit fara at tryggja, at øll fáa innlit í norðurlendska samstarvið.

At enda á hvørjum formansskapsskeiði verður altíð hildin stór ráðstevna, har formansskapurin formliga skiftir hendur, og hetta merkir eisini, at í 2024 verður norðurlendska ráðstevnan í Føroyum.

Og vit gleða okkum longu! Tí nógv hendir á ráðstevnuni, og ráðstevnan hevur til endamáls at stinga út í kortið, hvat skal fara fram av norðurlendskum samstarvi komandi trýáraskeiðið, og hvørji stór tiltøk skulu leggjast á skrá.

Á stjórnarfundinum hesaferð løgdu Føroyar fram ynski um at halda stóra norðurlendska kapping, Nordic Adventure Race, komandi ár, og hesum varð gingið á møti.

Á ráðstevnuni hava eisini verið hildnar hópin av verkstovum, ið hava snúð seg um alt frá burðardygd innan skótavirksemi til vøkstur og altjóða samstarv.

Høvuðsrøðarar á ráðstevnuni vóru Silja Markkula, forseti í European Youth Forum, og Solveig Schytz, limur í norska Stórtinginum fyri Liberala flokkin. Báðar eru sjálvandi virknar í skótarørsluni.

- Vit eru spent og fegin at fara til verka við formansskapinum og gera okkara til at fremja norðurlendskt skótasamstarv komandi trý árini. Nú eru næstan 20 ár liðin, síðan formansskapurin var í Føroyum seinast, og vit eru til reiðar at tryggja, at góða norðurlenska samstarvið heldur fram eftir sama leisti, sigur Símun Michael Sørensen, formaður í Føroya Skótaráð.

[object Object]

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 16. mai 2021

31 Leygardagur 22. mai 2021

Suðuroyar Sjálvstýrisfelag sett á stovn

Snæbjørn Bærendsen úr Froðba, og Jógvan Midjord úr Hovi eru valdir til ávikavíst formann og næstformann í nýstovnaða lokalfelagnum hjá Sjálvstýri

Í nevndini eru Snæbjørn Bærendsen, formaður, Jógvan Midjord, næstformaður, Hans Cecil Poulsen, kassameistari, Jónhild Nybo, skrivari og Haldis Michelsen, nevndarlimur. Varalimir í nevndini eru Niels Hammer og Jákup Ludvig. Snæbjørn Bærendsen og Jákup Ludvig vænta á myndini. (Mynd: Sjálvstýri)
SkrivaÐ:

Alda Nielsdóttir

Undanfarna mikukvøld var nýtt sjálvstýrisfelag stovnað í Suðuroynni, og fyrireikararnir vóru ovfarnir av góðu uppmøtingini til stovnandi aðalfundin í Salt á Drelnesi, skrivar Sjálvstýri á Facebook.

– Stovnanin av Suðuroyar Sjálvstýrisfelag er ein týðandi partur av, at Sjálvstýri brynjar seg til nýggjar tíðir og avbjóðingar.

Í nýstovnaða lokalfelagnum í Suðuroynni eru 32 limir. Á aðalfundinum vórðu viðtøkurnar fyri felagið einmælt samtyktar, og fyrsta nevndin varð vald.

Í nevndini eru Snæbjørn Bærendsen, formaður, Froðba, Jógvan Midjord, næstformaður, Hov, Hans C. Poulsen, kassameistari, Hvalba, Jónhild Nybo, skrivari, Trongisvágur og Haldis Michelsen, nevndarlimur, Froðba.

Tiltakslimir eru Niels Hammer, Hov, og Jákup Ludvig, Hvalba.

Tað verður Snæbjørn Bærendsen, sum verður fastur limur í landsnevndini, og Hans C. Poulsen, sum er varalimur.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 15. mai 2021

32
Leygardagur 22. mai 2021

Gott og skitið arbeiði

- Men eg man hava trivist, tí eg havi landað hjá Havsbrún í 35 ár, sigur Kurt Petersen

Kurt Petersen og Magni Jøkladal (Mynd: Føroyska Sjómansmissiónin)
SkrivaÐ:

Føroyska Sjómansmissiónin

- Hetta er eitt gott og skitið arbeiði, hóast eg ikki eri skitin beint nú. Men eg man hava trivist, tí eg havi landað hjá Havsbrún í 35 ár, sigur Kurt Petersen, landari.

- Eg havi landað í nøkur ár, men ikki so leingi sum Kurt. Ja, tað er skitið, men ikki so galið kortini. Vit eru tvey hold og tríggir mans á hvørjum holdi. Vanliga deila vit lastina upp í tvey, so at skilja, at vaktirnar arbeiða næstan líka nógvar tímar, sigur Magni Jøkladal, landari.

- Eru tað fleiri skip, sum skulu landa hvørt eftir annað, mugu vit landa í dagavís. Tá er gott at vit eru tvey hold, so vit landa áleið 12 tímar og hava so frí í 12 tímar, siga Kurt og Magni.

[object Object](Mynd: Føroyska Sjómansmissiónin)

Mánadagin landaðu teir Arctic Voyager, sum hevði fiskað 1900 tons av svartkjafti.

Teir høvdu roynt í ein útsynning úr Suðuroynni í seks dagar. Har vóru fleiri skip, og tey vóru føroysk, íslendsk, russisk og grønlendsk.

Voyager fer aftur á svartkjaftaveiðu, tá liðugt er at landa.

Sjómanstrúboðarin vitjaði umborð og fekk eitt prát við nakrar av manningini.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 17. mai 2021

33 Leygardagur 22. mai 2021

Hagafelagið partur av ABC fyri sálarliga heilsu

Hagafelagið er farið undir eina fyrilestrarøð, har kunnað verður um føroysku náttúruna, og hvat tú kanst uppliva í náttúruni

 
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Gransking vísir, at tað hevur jaliga ávirkan á sálarligu heilsuna at vera í náttúruni. Fólkaheilsuráðið fegnast tí um, at ein nýggjur samstarvsfelagi í ABC fyri sálarliga heilsu leggur dent á at fara í hagan og njóta føroysku náttúruna.

Hagafelagið er nevniliga nýggjasti samstarvsfelagin í verkætlanini.

Hví er Hagafelag Føroya við?
Hagafelag Føroya hevur valt at vera við í ABC fyri sálarligari heilsu, tí felagið vil vera við til at fremja sálarligu heilsuna hjá føroyingum. Felagið virkar fyri rættinum at fara í hagan og fyri at varðveita og menna eitt fjølbroytt, heilsugott og virkið lív í haganum.

- Vit vita, at hetta at ganga í náttúruni hevur gott árin á kropsligu og sálarligu heilsuna hjá fólki. Atgongdin til náttúruna er serliga umráðandi í einari tíð, har fleiri hava strongd, og talgildu miðlarnir gera tað trupult hjá nógvum at hugsavna seg, sigur Hagafelagið. 

Í náttúruni kanst tú vera virkin, saman og hugbundin
Náttúran gevur tær alskyns møguleikar fyri at fylgja boðskapinum um at vera virkin, saman og hugbundin. Hagin er eitt upplagt stað at njóta føroysku náttúruna, tí hagin er ein so stórur partur av okkara náttúru. Alt eftir hvat tær dámar, kanst tú fara í hagan fyri teg sjálvan ella saman við øðrum, vera kropsliga virkin ella binda frið, vera nærverandi og sansa alt rundan um teg, sum alt hevur góða ávirkan á sálarligu heilsuna.

- Seinastu árini eru alsamt fleiri føroyingar farnir at ganga í haganum. Umframt frísku luftina og kropsligu ágóðarnar av gongutúrunum fáa fólk kensluna av at vera við í einum felagsskapi og at hoyra til. Nógv vinarbond eru knýtt í haganum millum ung og eldri, fólk úr ymiskum oyggjum, við ymiskum førleikum, politiskari áskoðan, trúgv og uppruna. Her hoyra øll til, og øll kunnu vera við, sigur Hagafelagið. 

Hagafelagið er farið undir eina fyrilestrarøð, har kunnað verður um føroysku náttúruna, og hvat tú kanst uppliva í náttúruni. Fyrilestrarnir eru almennir og verða ymsastaðni kring landið fyri at geva so nógvum sum gjørligt møguleika at luttaka. 

Vaksandi samstarv
Við Hagafelagnum sum nýggjum samstarvsfelaga í ABC fyri sálarliga heilsu telur samstarvið í ABC fyri sálarliga heilsu nú 24 feløg, kommunur og stovnar í Føroyum.

Fleiri leggjast spakuliga afturat og eru soleiðis við til at menna verkætlanina í Føroyum.

- Í Hagafelagnum fegnast vit um at vera við í ABC-samstarvinum, tí vit meta, at føroyska náttúran og lívið í henni hevur stórt potentiali at fremja sálarligu heilsuna hjá ungum sum eldri, sigur Hagafelagið at enda.

Tíðindaskriv frá Fólkaheilsuráðnum


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 20. mai 2021

34 Leygardagur 22. mai 2021

Útiguðstænasta á Tórsvølli annan hvítusunnudag

Sum vant verður skipað fyri útiguðstænastu í Gundadali 2. hvítusunnudag. Hesaferð verður tað tó á Tórsvølli

Vanliga eru nógv fólk til útiguðstænastu í Gundadali á hvítusunnu (Mynd: Sverri Egholm, 2019)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

2. hvítusunnudag klokkan 11 verður stóra útiguðstænastan í Gundadali. Vanliga hevur hon verið á Ovara Vølli, men av tí at graslíkið har verður skift í hesum døgum, verður útiguðstænastan hesaferð á Tórsvølli.

Bergtórur Hjelm Bjarkhamar, prestur, prædikar, og fleiri prestar hava aðrar uppgávur í sambandi við guðstænastuna.

GHM og Havnar Hornorkestur fara aftur í ár at spæla til sálmasangin. Prestarnir siga, at tað er ikki neyðugt at hava sálmabók við, tí sanghefti er gjørt til endamálið, har onkur barnasangur eisini er við. Dentur verður lagdur á, at hetta er ein guðstænasta fyri øll.

Eftir guðstænastuna verður ein drekkamuður at fáa í Badmintonhøllini við onkrum afturvið. Okkurt er eisini til børnini.

Kringvarpið ger sum vanligt nógv burtur úr útiguðstænastuni, tí hon verður send beinleiðis bæði í Útvarpinum og Sjónvarpinum.

Eingin gudstænasta var á hvítusunnu í fjør. Hetta var orsakað av korona.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 21. mai 2021

35 Leygardagur 22. mai 2021

Fyrsta altjóða familjuguðstænastan verður 2. hvítusunnudag í Klaksvík

Tað er við integratiónsprestinum Marjuni Lómaklett. Alt gongur fyri seg á enskum, og tað er mest ætlað tilflytarum, ið ikki hava føroyskan uppruna

Marjun Lómaklett, her á Skarði (Mynd: Fólkakirkjan)
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

2. hvítusunnudag klokkan 14 byrjar tann fyrsta sokallaða altjóða familjuguðstænastan, har alt gongur fyri seg á enskum.

Hetta skrivar Fólkakirkjan á heimasíðuni.

Guðstænastan verður í Klaksvík, og tað er við Marjuni Lómaklett. Hon byrjaði í starvinum sum integratiónsprestur 1. februar, og síðani hevur Marjun sett seg meira inn í tilflytaraumhvørvi.

Guðstænastan er fyrst og fremst ætlað familjum, ið ikki hava føroyskan uppruna. Fleiri slíkar verða kring landið í næstum.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 21. mai 2021

36 Leygardagur 22. mai 2021

Barokk meistaraverk framførd á fyrsta sinni í Føroyum

Tvær blaðungar kvinnur, Hanne Marit Mordal Iversen og Sanna Bæk Hoydal, eru solistar í krevjandi verkunum. Verkini verða framførd í dag í Tórshavnar Musikkskúla og í morgin í Fríðrikskirkjuni

 
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Á hvítusunnu verður høvi at hoyra tvey barokk meistaraverk, ið ikki eru framførd í Føroyum áður. Talan er um ‘Dixit Dominus’ eftir Georg Friedrich Händel, og ‘Christ lag in Todes Banden’ eftir Johan Sebastian Bach, sum Tórshavnar Kamarkór og Tarira, saman við solistum og orkestri fara at framføra undir leiðslu av Bernharði Wilkinson.

Tað serstaka er, at bæði verkini eru skrivað í 1707, tá ið Händel og Bach vóru bert 22 ára gamlir. Händel komponeraði ‘Dixit Dominus’, meðan hann eitt tíðarskeið búðleikaðist í Rom, og sannlíkt er, at frumframførslan var í Santa Maria di Montesanto kirkjuni í Rom sama árið. ‘Dixit Dominus’ er elsta hondskrivaða verkið, sum er til eftir Händel. Tað er komponerað eftir siðbundnum barokk leisti, hevur 9 satsir og er fyri fimmræddað kór, solistar, strúkarar og fylgispæli. Tað framgongur rættiliga týðiliga av teim skjótu temposkiftunum og stundum villu satsunum, at talan er um eitt ungt og óbrýnt tónaskald, og tað er júst hetta, ið ger ‘Dixit Dominus’ áhugavert fyri tey, ið lurta og krevjandi fyri tey, ið framføra.

Eins og við ‘Dixit Dominus’ er ‘Christ lag in Todes Banden’ elsta kantata, sum er til eftir Bach, og er hetta hansara fyrsta kantata, sum er skrivað til páskirnar.

Kantatan er ein sokallað koral kantata, har bæði tekstur og tónleikur eru grundað á ein sálm, og her er talan um ein sálm eftir Martin Luther við sama heiti. Verkið hevur 8 satsir, har tann fyrsti er ein sinfonia og hinir sjey eru skrivaðir til sjey ørindir úr sálminum.

Sambært kenda Bach serfrøðingin og dirigentin John Eliot Gardiner, er hetta verkið eitt djarvt og nýskapandi tónlistarligt drama og fyrsta viðurkenda royndin hjá Bach at tulka orðini gjøgnum tónleikin.

Tað eru tey bæði høvuðsstaðarkórini, Tórshavnar Kamarkór og Tarira, sum hava tikið stig til at framføra hesi bæði verkini á hvítusunnu, og afturat teimum er eitt orkestur við tólv strúkarum og fylgispæli á urgu.

Eins og tónaskøldini vóru ung, tá ið tey skrivaðu verkini, eru høvuðssolistarnir til hesar framførslurnar tveir ungir og gávuríkir sangspírar.

[object Object]
Hanne Marit Mordal Iversen

Sopranin er 23 ára gamla føroysk-norska Hanne Marit Mordal Iversen, sum lesur á triðja ári útinnandi tónleik á Norges Musikkhøgskole í Oslo, men er hetta árið skiftisnæmingur á Hochschule für Musik und Theater München. Hon er limur í nýstovnaða Solistkoret UNG, har tey arbeiða við tónleiki frá ár 1500 til 2020 fyri kór ella lítið ensemble. Í München er Hanne Marit júst liðug at syngja leiklutirnar ‘Königin der Nacht’ og ‘Erste Dame’ í Gandalfloytuni eftir Mozart.

[object Object]
Sanna Bæk Hoydal

Hin solisturin er bert 17 ára gamla Sanna Bæk Hoydal, sum í løtuni gongur á Musikkskúlamiðnámi á Tórshavnar Musikkskúla. Í fjør gekk Sanna á tónleikaeftirskúla í Danmark, og hevur annars longu nú gjørt vart við seg við tveimum 2. virðislønum í aldursbólkinum 14-18 ár í Stella Polaris tónlistakappingini í 2019 og 2021, umframt at hon hevur havt fleiri solistuppgávur hesi seinastu árini.

Afturat hesum báðum høvuðssolistunum, eru eisini kórsangarar, ið syngja smærri solistuppgávur.

Dirigenturin Bernharður Wilkinson byrjaði tónlistarligu yrkisleiðina á ungum aldri sum kórdrongur í Westminister Abbey í London. Eftir lokna útbúgving sum floytuleikari frá The Royal Northern College of Music í Manchester fekk hann starv sum 1. floytuleikari í Íslendska Symfoniorkestrinum. Hann er ein av stovnandi limunum í Reykjavík Wind Quintet, sum hevur framført víða um í heiminum.

Bernharður hevur verið kórleiðari hjá fleiri kórum í Íslandi og hevur stjórnað Tórshavnar Kamarkóri síðani 2009.

Tað er hóskandi, at fyrsta konsertin verður í Tórshavnar Musikkskúla í høllini Hátún, sum er uppkallað eftir Ólavi Hátún, sála; hann stóð á odda fyri óteljandi mætum kórverkum av sama slagi.

Fyrra konsertin er leygardagin 22. mai kl. 16 í Hátúni í Tórshavnar Musikkskúla og tann seinna er í Fríðrikskirkjuni á Toftum sunnudagin 23. mai kl. 16.

Konsertirnar eru ókeypis, men høvi verður at stuðla við eini pengaupphædd. 

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 19. mai 2021

37 Leygardagur 22. mai 2021

Ísland víðari í Eurovision uttan framførslu

Íslendski bólkurin Daði og Gagnamagnið kom víðari uttan at framføra. Ein limur í bólkinum er staðfestur positivur við koronu, og tískil sluppu íslendingar ikki á pall

Daði og Gagnamagnið (Mynd: EBU / Anders Putting)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Tey í íslendska bólkinum Daði og Gagnamagnið kunnu fegnast. Ein limur í bólkinum hevur fingið staðfest koronu, og bólkurin slapp tí ikki á pallin í hálvfinaluni í Eurovision hóskvøldið.

Hóast hetta var Ísland var eitt av londunum, sum komu víðari til stóru finaluna, sum verður í kvøld.

Ístaðin fyri framførsluna var ein upptøka av einari venjing brúkt, og sama upptøka verður brúkt í finaluni.

[object Object]Fyr og Flamme (Mynd: EBU / Thomas Hanses)

Danska umboðið í ár, Fyr og Flamme, gjørdi tað óvanliga at syngja á móðurmálinum, og ikki á enskum, sum flestu av hinum luttakarunum gera.

Tað gekk ikki sum ætlað, og bólkurin Fyr og Flamme við lagnum “Øve Os På Hinanden” rakk ikki einum finaluplássi.

Í fyrru hálvfinaluni, sum var týsdagin, komu eitt nú Noreg og Svøríki víðari.

26 lond verða við í finaluni, og favorittarnir verða mettir at vera Italia, Malta og Frakland. Møguleikarnir hjá Sveis, Ukreina, Ísland og Bulgaria verða eisini mettir at vera til staðar.

Eurovision í ár verður hildið í Rotterdam í Niðurlondum.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 20. mai 2021

38 Leygardagur 22. mai 2021

Royndu rakettmotor av í Hetlandi

Enn eitt stig móti málinum at senda rúmdarrakettir upp í okkara nærmasta grannalandi. Talan er um nýggja tøkni við føstum vandaleysum brennievni

 
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

Í Hetlandi upplivdu tey mikudagin enn eitt stórt stig á leiðini móti at gera oyggjarnar til ein miðdepul innan rúmdarvirksemi. Hetta hendi, tá týska fyritøkan, HyImpulse Technologies, royndarkoyrdi ein rakettmotor.

Royndin fór fram Scatsta Airport, nú niðurlagda flogvøllinum har norðuri á Mainland, ikki so langt frá oljuterminalinum í Sullom Voe.

Við hesi royndini fingu hetlendingar enn einn smakk av rúmdarídnaðinum, nú tað gerst alsamt meira veruligt, at ein útskjótingarstøð verður bygd í Unst, norðureystast í Hetlandi.

Longu seinni í hesum árinum verður roknað við, at skjóta eina royndarrakett upp av Shetland Space Center á Lamba Ness á Unst.

Stjórin fyri týsku fyritøkuna, Mario Kobald var nøgdur við royndirnar í gjár.

- Vit hava gjørt fleiri royndir við okkara hybrid-motori, og eg kann siga, at tað sær gott út, segði hann við Shetnews.

[object Object]

Paraffin sum brennievni
Tað serliga við hesum motorinum er, at brennievnið er fast. Talan er um paraffin – ‘candle wax’ – sum er bíligt og lætt og vandaleyst at handfara, greiðir Mario Kobald frá.

- Ikki fyrr enn til sjálva royndina verður tað blanda við flótandi súrevni, sum síðan verður hitað áðrenn gongd verður sett á motorin. Hetta var eitt stórt fet víðari í royndini at prógva, at henda tøknin virkar, segði hann við hetlendskar miðlar.

HiImpulse hevur ætlanir at gera fleiri royndir í juli, og ætlanin er at royna motorin á eini royndarrakett – eini sokallaðari sondurakett – í heyst.

Lokalar fyritøkur eru við
Stjórin og stigtakarin til Shetland Cpace Centre, Frank Strang vísir á stóra týdningin, sum hesar royndirnar hava fyri hetlendska rúmdarídnaðin.

- Og tað fer at koma meira, bæði frá HyImpulse og hinum samstarvsfeløgum okkara, eitt nú Lockheed Martin, sigur Martin Strang, sum upplýsir, at fyrsta veruliga rakettin, fyrsta vertikala uppskjótingin, av Unst verður í 2022.

Fleiri hetlendskar fyritøkur hava verið við í arbeiðinum við at royndarkoyra rakettmotorarnar á Scatsta Airport. Eitt nú við at gera stálkonstruktiónina, sum motorurin varð festur í, so hann kundi halda seg upp á pláss.

Føroyskur áhugi – og møguleikar
Í Føroyum verður eisini fylgt við spenningi hvat hendir við rúmdarídnaðinum hjá okkara nærmastu grannum.

Ein teirra, sum vísir verkætlanini stóran áhuga er Johan Mortensen, sum saman við Føroya Tele hevur samstarvað við Shetland Space Senter.

- Tað er ógvuliga áhugavert, tað sum gongur fyri seg í Hetlandi í hesum tíðum. Serliga tí at her eisini er møguleiki hjá føroyskum fyritøkum at vera við.

- Royndirnar í gjár vísa, at dagurin tá fyrsta uppskjótingin úyr við kommersiellum fylgisveinumk nærkast í stórum, sigur Johan Mortensen.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 20. mai 2021

39 Leygardagur 22. mai 2021

Mugu standa saman um Føroyar sum sjóvinnudepil

Sjóvinnufelagið, sum  umboðar seráhugamálini hjá føroyskum fyri­tøk­um, ið selja vørur og tænastur til vinnu á sjóøki nærhendis Føroyum umframt Arktis, leggur nú aftur til brots.

Formaðurin í Sjóvinnufelagnum, Leif Hovgaard, sær spennandi framtíðar møguleikar á brúnni á føroysku skútuni "Føroyar sum sjóveitingardepil í Atlantshavi".
SkrivaÐ:

Jan Müller

Hann var nevndarformaður, tá felagið at Oljuvinnufelagið, og hann er aftur formaður, nú felagið hevur skift navn til Sjóvinnufelagið. Leif Hovgaard, sum gjøgnum sítt dagliga arbeiði í Magn, eisini er tætt knýttur at olju- og frálandsvinnu, og sum nú skal stýra Sjóvinnufelagsskútini inn í framtíðina, hevur ongar ætlanir um at sleppa oljuvinnuni, hóast navnaskiftið. Navnaskiftið er bara liður í eini náttúrligari tilgongd, har man lagar seg til tær broytingar, sum eru í bæði vinnuni og samfelagnum. 

[object Object]

Nevndin í Sjóvinnufelagnum: Leif Hovgaard, formaður, Anja Jacobsen (PAM Offshore), Christian Danielsen (Articon), Eli Lassen (ASB), næstf. og Joannis Moraitis (Faroe Ship). Eykalimur er Frimodt Rasmussen (KSS)

- Tá oljuvirksemi av álvara tekur seg upp aftur eystan fyri markið eftir korona, og oljufeløg møguliga fara at seta borin í aftur føroysku undirgrundina, tá síggi eg nógvar avleiddar møguleikar fyri føroyska veitingarvinnu og fyri føroyska samfelagið sum heild í framtíðini. Hetta sigur nýggi formaðurin í Sjónvinnufelagnum, Leif Hovgaard við oljan.fo, nú eftir aðalfund í felagnum, har felagið skifti navn frá Oljuvinnufelagið til Sjóvinnufelagið.

- Vit fara at halda fram á somu kós men vilja so eisini útbyggja hana til at vera meira fevnandi um alt, sum hevur við sjógvin at gera, og so royna vit eisini at seta nýtt fokus á tað arktiska økið, sum Føroyar eru ein partur av, og sum vit tí kunnu vera við til at troyta. Í hesum sambandi nevnir hann eisini seinastu vitjanina av amerikanska uttanríkisráðharranum, sum avgjørt er nakað, ið Sjóvinnufelagið fylgir væl við í. Formaðurin heldur, at eitt tættari samstarv millum Evropa, Norðurlond og USA kann fáa sera jaligar avleiðingar fyri føroyska vinnu eisini. Og tí ætlar Sjóvinnufelagið ikki at liggja sjóvarfallið av sær men vera ein virkin partur í framtíðar tilgongdini.

- Føroyar eru eitt nýmótans samfelag mitt í Atlantshavi við góðum samskiftis-, ferða- og flutningssambandi til evropeiska meginlandið. Tí eru Føroyar kappingarførar við okkara næstu grannalond, tá ið tað snýr seg um at veita alskyns tænastur til sjóvinnuna um okkara leiðir. Fyri at menna inntøkurgrundarlagið hjá limunum og føroyska samfelagnum sum heild, fer Sjóvinnufelagið tí aktivt at virka fyri øktum vinnumøguleikum, bæði í Føroyum og uttanlands.

Føroyar góða støðu í Atlantshavi

Leif Hovgaard vísir á, at Føroyar hava eina avbera góða geografiska og harvið strategiska  støðu mitt í Norðuratlantshavi. -Vit eru og eiga meira miðvíst at marknaðarføra okkum sum eitt slag av “pitstop” fyri ferðsluni, sum fer um Atlantshav, tað verið seg eystur og vestur og suður og norð. Hann heldur, at tíðin er komin, har eitt nú Sjóvinnufelagið saman við øðrum veruliga troyta møguleikan fyri at gera Føroyar til tann  maritimatænastu- og veitingardepil í Atlantshavi, sum so leingi hevur verið tosað um.

Hesin tankin er als ikki nýggjur, og mong góð fólk undan okkum, hava arbeitt við hesum máli: at gera Føroyar til slíkan miðdepil fyri alla ferðslu sjóvegis. Og hann undirstrikar tann veruleika, at bæði hetta og undanfarin landsstýri  við stórari undirtøku frá løgtinginum, hava havt maritima depilin í sínum skjøldri. -Nú er rætta løtan at vísa hetta í verki, og vit í Sjóvinnufelagnum vilja fegin vera partur av hesum og gera okkara til at koma víðari, sigur hann og heldur fram:

- So vit gera ikki annað enn at fullføra tað arbeiðið, sum aðrir hava sett skjøtil á, og her er so oljurelateraða virksemið eystan fyri markið umframt økta ferðslan gjøgnum Arktis tveir av katalysatorunum. Aftrat hesum kemur so øll onnur hugsandi ferðsla framvið oyggjunum, ið vit á landi kunnu veita vørur og tænastur til. Leif Hovgaard heldur, at føroyingar eiga at fáa eyguni upp fyri teimum mongu møguleikum, sum tær mongu íløgurnar í eitt nú at betraðan infrastruktur á landi herundir útbygging av mongum havnum, tunnilsgerð oa. bera við sær. -Vit hava onkuntíð lyndi til at gloyma, hvussu framkomið oyggjaland vit eru við øllum teimum mongu íløgunum í eitt nú undirstøðukervið.

[object Object]Frálandstangaskip leggur leiðina inn í Føroyum á leiðini úr Norðuratlantshavi suðureftir


Og í hesum sambandi heldur hann tað vera sera týdningarmikið, at vit virka og arbeiða í felag heldur enn einsæris. -Alt gott um at fyritøkur og myndugleikar av sínum eintingum seta sær mál og mið, men fyri at fáa sum mest burtur úr øllum okkara felags íløgum og ríkidømi, so er neyðugt, at vit taka hendur saman og arbeiða í felag. Í hesum sambandi vísir hann m.a. á tær góðu royndirnar frá oljuleitingini í Føroyum. Har var semja um at brúka eina havn til oljuútgerðarhavn, og eftir tað tóku nógvar fyritøkur seg saman og undir einum og sama leisti veittu ymsar vørur og tænastur til oljuvinnuna. Skálafjørðurin varð miðdepilin fyri hesi skilagóðu menningini.

- Hetta er eitt gott dømi um, hvussu vit  í sátt og semju kunnu  standa saman og harvið veita ta bestu tænastuna til professionell útlendsk oljufeløgog vinnufeløg sum heild.  Hetta sást eisini so týðuliga, tá ein risastórur oljupallur sigldi inn á Skálafjørðin fyri at verða umvældur. Ein hornasteinur í føroyskari vinnusøgu. Tá var aftur arbeitt saman, og úrslitið var hareftir: ein vælnøgdur kundi, sum so aftur kundi fara út í stóru verð og kunna um tær góðu umstøður og góðu fakfólk, sum Føroyar eiga.

[object Object]Boripallur til umvælingar á Skálafjørðinum

Leif Hovgaard tekur hetta fram fyri at vísa, at standa vit saman, so røkka vit ikki bara langt men longst. Og hesar royndir eru nakað nýggja nevndin í Sjóvinnufelagnum ynskir at arbeiða út frá. So nú verður arbeiðsuppgávan at leggja framtíðina til rættis hjá øllum hugsandi og ymiskum veitarum av sjóvinnutænastum, soleiðis, at tað besta fæst burtur úr. Leif Hovgaard leggur aftrat, at týðandi føroysku tænasturnar til eitt nú frálands- og oljuvinnuna í t.d. Norra, fara eisini at vera partur av arbeiðinum hjá Sjóvinnufelagnum. Sjóvinnufelagið, sum í dag telur umleið 25 limir, hevur dyrnar opnar fyri altsamt fleiri limafeløgum, ið kunnu hugsa sær at vera partur av hesum spennandi og mennandi umhvørvinum.  

Oljuleiting og avleitt virksemi

Tá vit spyrja, hvønn týdning hann heldur tað hevur at fáa gongd á aftur oljuleitingina við Føroyar, er Leif skjótur at svara: -Vit hava longu nevnt stóra avleidda virksemið, sum oljuboringarnar á sinni høvdu fyri føroyskar veitarafyritøkur. Tað var tá, men tað gav okkum gott í beinið og hevur gjørt okkum nógv betri før fyri at kunna handfara eina slíka støðu í framtíðini eisini. Vit í Sjóvinnufelagnum fylgja væl við, hvat hendir á økinum eitt nú gjøgnum gott samstarv við FOÍB, Føroya Oljuídnaðarbólk, sum veitir føroyskum fyritøkum eina sera góða kunningartænastu gjøgnum føroyska oljuportalin. So hetta samstarvið, ið vit fegnir síggja eisini verður ment við Jarðfeingi og Vinnumálaráðið í framtíðini, kann avgjørt gagna okkara limum. Tí haldi eg tað er so týdningarmikið, at vit ikki bara draga hvør sína línu uttan at vita av hvørjum øðrum. Vit mugu draga eina og somu línu, sum skal hava til endamál at skapa inntøkur og arbeiðspláss og ikki minst trivnað fyri so mong í Føroyum sum tilber. 

[object Object]
Marknaðarføring av Føroyum sum sjóvinnudepil í Atlantshavi hevur alstóran týdning fyri vinnu, havnir og Føroyar sum heild. Her greiðir marknaðarleiðarin hjá Mest, Richard Mortensen, frá teimum mongu tænastum, sum Føroyar kunnu veita, á eini kanningarferð í Skotlandi 

Leif Hovgard, sum fyri nøkrum árum síðani tók stig til eina kanningarferð til Aberdeen at vitja olju- og veitarafeløg, heldur, at tað var ein sera góð læra, tí her var vitan og royndir hjá fleiri ymsum fyritøkum sett saman við einum og sama endamáli: hvussu kunnu Føroyar fáa lut í tí nógva virksemi, sum er í grannalagnum. Leif vísir á, at hann sum umboð fyri Magn, saman við fólki frá Mest og Faroe Ship, heittu á FOÍB um at vera duraopnari til oljuvinnuna í Aberdeen, sum FOÍB longu tá hevði gott samband við. Hann heldur, at hesin túrurin veuliga var við til at víðkasjónarringin, ikki minst tí gjøgnum FOÍB eydnaðist tað at koma á tal við leiðslurnar í fleiri av olju- og veitingarfeløgunum.

- So hetta er ein leistur, sum eg væl kundi hugsað mær, at vit í Sjóvinnufelagnum eisini brúktu í framtíðini og vónandi eisini saman við bæði Jarðfeingi og Vinnumálaráðnum. Hann vísir eisini á týdningin, sum føroyski sendimaðurin í London hevði fyri ta vitjanina og kann hava fyri at fáa eitt gott úrslit burtur úr í framtíðini eisini. Her er eisini talan um, at vinnan og tað almenna gjøgnum sendistovu draga eina línu.  Hesin var eisini við á kunningarferðini til Aberdeen á sinni. At FOÍB hevur ein umboðsmann í Bretlandi, Louis Wilson, er gott  fyri ikki bert oljuumhvørvið í Føroyum men fyri Føroyar sum heild heldur Leif.

Nú vit tosa um olju- og frálandsvinnuna, so heldur formaðurin í Sjóvinnufelagnum, at tað uttan iva kunnu liggja fleiri spennandi arbeiðsuppgávur fyri føroyskar veitarar, tá og um álvara verður gjørt av at útbyggja fleiri stór olju- og gassfelt eystan fyri Føroyar.

- Eg lesi á oljan.fo, at tað er í umbúnað at byggja út ikki færri enn fýra stór felt, ið øll liggja heilt tætt við føroyska markið ella eitt sindur frá markinum. Korona hevur gjørt, at stegður er komin í, men nú tykist tað at broytast aftur, so vit fara at síggja, at endalig og vónandi jalig støða fer at verða tikin til fleiri av hesum útbyggingum í næstum. Her er ikki minst vert at býta merki í, at oljukeldan Cambo, sum liggur bara nakrar fáar fjórðingar frá føroyska markinum, helst verður útbygd, og sum eg skilji vil ein slík útbygging eisini varpa ljós á Føroyar. Tí teinurin til Føroya er stytri enn til Hetland og Skotlands, og tá kann tað møguliga loysa seg hjá oljufeløgum at brúka føroyskar vørur og tænastur. 

- Eg síggi tí bæði komandi virksemið eystan fyri markið og møguliga leiting á føroyska landgrunninun, sum ein týðandi part av okkara framtíðar arbeiðsmøguleikum.

[object Object]Føroyskt ferðalag á kanningarferð í Aberdeen nøkur ár herfyri, her verður vitjað hjá oljufelagnum Siccar Point Energy, sum er tað mest virkna oljufelagið á Atlantsmótinum, nær føroyska markinum. 

Partur av grøna orkuskiftinum

Formaðurin í Sjóvinnufelagnum fylgir eisini væl við í tí, sum hendir í grøna orkuskiftinum. Tað fer so eisini at vera ein týðandi partur av arbeiðsøkinum hjá Sjóvinnufelagnum – at vera við til at stuðla uppundir grøna orkuskiftið í tann mun limirnir í Sjóvinnufelagnum megna tað. Her hugsar hann so eisini um menningina av alternativum orkukeldum og -hættum, sum teirra limir náttúrliga eru partur av. Eitt nú verður nógv tosað um framtíðar vindmylnulundir til havs. Men Sjóvinnufelagið eigur ikki bara at leggja seg eftir einstøkum vinnum og økjum um okkara leiðir. Vit eiga so sanniliga eisini at hyggja norðureftir til Arktis og virksemið har.

Leif Hovgaard hevur tí eisini antennurnar úti, hvat hendir í Arktis í framtíðini. Hann sær Føroyar sum ein avgjørdan part av menningini av skipaferðsluni millum Asia og Evropa og heldur fyri, at okkara politikarar saman við vinnulívinum eiga longu nú at seta út í kortið eina ætlan, har m.a. føroyskar havnir koma á landakortið, sum partur av tænastuveitingum á sjórutunum millum heimspartarnar. Havnirnar hava nevniliga ein týðandi leiklut í royndunum at gera Føroyar til ein tænastu- og veitingardepil í Norðuratlantshavi.

- Her eiga vit ikki bara at sita hendur í favn og hyggja at, hvat fer at henda. Vit eiga sjálvi at taka neyðugu stigini nú soleiðis, at vit gerast ein nátúrligur partur av menningini.

[object Object]Siglingarleiðirnar um Arktis fara eisini framvið Føroyum

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 20. mai 2021

40 Leygardagur 22. mai 2021

Atlantspallurin við føroyska markið um nøkur ár

Oljupallurin, sum mest sannlíkt verður framleiðsluloysnin á Atlantsmótinum, farin á tekniborðið

Soleiðis ímyndar ein listarmaður sær komandi Atlantshavspallin, sum helst verður at síggja á markinum millum Hetland og Føroyar um nøkur ár
SkrivaÐ:

Jan Müller

Verða kolvetni í lønandi nøgdum funnin í føroysku undirgrundini komandi árini og tørvur verður á eini framleiðslustøð her, tá verður ein sylindaraformaður pallur av “Sevan Marine” slagnum møguliga framleiðsluloysnin. Tvs. ein pallur, sum er gjørdur til at tola  ringt veður og annars egnar seg væl á stórum dýpi.

Hetta er í hvussu er tann loysnin, sum teir serkønu hjá oljufelagnum Siccar Point Energy, sum í summar helst fara at geva grønt ljós til eina útbygging av oljukelduni Cambo, halda er best egnað til framleiðslu á djúpum vatni beint eystan fyri markið, har dýpið er meira enn 1000 metrar. Til samanberingar valdi italska oljufelagið ENI júst ein sylindaraformaðan pall til tóa nýggja oljufeltið Goliat í Barentshavinum.

At ein pallur av hesum slagnum kann koma uppá tal, tá og um olja verður funnin um okkara leiðir, er tí ikki óhugsandi. Tað er nevniliga í sama umhvørvi, skilur oljan.fo, at útlendsk oljufeløg halda bestu møguleikar eru at finna føroysku oljuna og gassið í næstu framtíð. Ein onnur “føroysk” loysn kann vera - fyri at sleppa undan stóru íløguni í ein pall - at leiða oljuna og gassið til ein pall í bretska grannalagnum.  

Nú um dagarnar skrivaði heimsins størsta oljublað, Upstream, at ein spildurnýggj oljuútbygging á markinum millum Føroyar og Hetland, er í umbúnað. Talan er um Cambo-kelduna, sum er bert fáar kilometrar frá markinum. Blaðið skrivaði eisini, at fyristøðufelagið á Cambo, Siccar Point Energy, í næstum fer at “farma” út, tvs. selja út ein part av sínum ognarluti í kelduni fyri á tann hátt bæði at spjaða váðan og at skapa eitt  betri grundarlag at standa á, tó skal viðmerkjast, at oljurisin Shell eisini er partur av kelduni.

[object Object]

Sylindaraformaði pallurin hjá ENI á Goliat feltinum í Barentshavinum er ikki sørt líkur tí pallinum, sum helst verður at síggja eystan fyri Føroyar um nøkur ár


Nú skrivar enn ein av mest týðandi orkumiðlunum í Bretlandi, Energy Voice, at talan er bara um tíð, til endaligt grønt ljós verður givið til útbyggingina av Cambo, sum goymir upp til knappa milliard tunnur av olju og gassi.

Ætlanin var at góðkenna útbyggingina í fjør, men so kom korona og setti fót fyri ætlanini, sum nú aftur er á skránni. Tað var annars í 2019, at  fyritøkan, Sembcorp Marine í Singapore fekk uppgávuna at gera uppskot til eina framleiðsluloysn, og tað arbeiðið fekk so eitt dótturfelag, Sevan Marin í Norra. Á tekniborði tess er nú ein sonevndur sylindaraformaður FPSO, tvs. ein rundur framleiðslu- og goymslupallur, sum er vælegnaður til leiðir við djúpum vatni og ringum veðri.

[object Object]

Sylindaraformaður framleiðslupallur er mettur at klára seg best í harðbalnum sjóøki og á djúpum vatni


“Back on  track”
Frank Hopen, leiðari av søludeildini hjá Sevan í Norra sigur við Energy Voice, at tey nú arbeiða miðvíst aftur við verkætlanini, nú steðgur kom í orsakað av korona. Hann sigur, at “We are now back on track”, tvs. at tey nú aftur eru á rættari kós til endaligu góðkenningina av útbyggingini seint í summar.

Hann vísir eisini á, at við at velja hesa framleiðsluloysnina í tí harðbalna Atlantsmótinum kunnu sparast stórar upphæddir, tí teir sleppa undan nógvum útbúnaði á havbotninum.

Tað eru nærum 20 ár síðani, at Cambo keldan varð funnin. Fram til  2012 vóru fýra avmarkingar- og metingarbrunnar boraðir og vístu teir, at ein útbygging fór at vera lønandi. Aftur í 2018 var ein nýggjur avmarkingarbrunnur boraður, og hann vísti tað sama fyri ikki at siga eitt uppaftur betri úrslit.

Tí hevur  stjórin í Siccar Point Energy, Jonathan Roger,  stórar vónir til útbyggingina av Cambo og segði herfyri m.a.:  “Cambo remains an extremely attractive development with compelling economics”.  

So mikið væleydnað varð nýggjasta avmarkingarboringin í 2018, at heimsins størsta oljufelag, Shell, gjørdi av at keypa 30% av Cambo, og nú standa onnur oljufeløg og banka á dyrnar og vilja vera partur av hesi nýggjastu og mest lovandi verkætlanini á Atlantsmótinum.

Eisini í Føroyum verður fylgt við komandi útbyggingini av Cambo, nú keldan liggur so tætt við markið, og har tað ikki er óhugsandi, at oljuberandi løgini í Cambo-kelduni møguliga kunnu halda fram inn á føroyskt øki. Tað hevur tó ikki borið til at fáa hetta váttað, men oljan.fo er vitandi um, at oljufeløg á bretska landgrunninum hava Føroyar á radaranum.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 17. mai 2021

41 Leygardagur 22. mai 2021

Nýggj kolaorkuverk farin í søguna

Tað verður nevniliga ómøguligt at fáa fígging til kolaorku í framtíðini siga politikarar og orkustovnar

Soleiðis ímyndar ein listarmaður sær komandi kolanámið í Cumbria í Bretlandi.
SkrivaÐ:

Jan Müller

Eitt av málunum, sum fer at vera raðfest høgt á komandi veðurlagsstevnuni Cop26 í Glasgow í november, verður heilt at fáa bilbukt við nýtsluna av koli til orkuveiting.

“Kol hoyrir fortíðini til og er søga”. Hetta sigur fyrrverandi bretski ráðharrin Alok Sharma og nú forseti fyri komandi veðurlagsstevnuni í Glasgow í samrøðu við blaðið The Guardian. Stevnan, sigur hann, er okkara seinasta vón at steðga yvirupphitingini og fáa eitt reinari umhvørvi.

Alok Sharma, sum hevur gjørt stríðið móti umhvørvisdálkingini og yvirupphitingini av Jørðini til sítt hjartamál, hevur fyrst og fremst kolanýtsluna í huganum, tá hann umrøður veðurlagsbroytngarnar.

[object Object]

“Kol er tað mest dálkandi av fossilu orkuni, og eg arbeiði saman við stjórnum og altjóða felagsskapum at fáa hesar at steðga fíggingini av nýggjum kolaorkuverkum. Eitt av okkara úrslitum á Cop26 má vera at geva kolinum mønustingin.”

Serstaki veðurlagssendimaðurin hjá amerikanska forsetanum, John Kerry, nemur eisini við kolanýtsluna í heiminum og sigur við BBC, at tíðin er farin frá at brúka kol í orkuframleiðslu, og helst verða eingi nýggj kolaorkuverk bygd, tí fígging fæst rætt og slætt ikki til tey. Hann sigur við BBC, at USA er við at sleppa sær av við kolaorkuverkini og í dag stava 75% av allari  nýggjari  elorku í USA frá varandi orkukeldum.

Eisini aðalskrivarin í ST eins og orkustovnurin IEA raðfesta kol sum ta størstu hóttanina móti veðurlagnum. Í hesum sambandi hava ætlaninar at byggja eitt nýtt kolanám í Cumbria í Bretlandi møtt sera stóra altjóða mótstøðu, serstakliga nú Bretland skal vera vertur fyri komandi veðurlagsstevnuni í Glasgow í november.

Verður nýggja kolanámið veruleiki, so verður tað fyrsta av sínum slag í meira enn 30 ár. Atfinningarnar, sum eru ímóti sitandi bretsku stjórnini, at hennara gerðir ikki fylgja lyftunum um eina grønari framtíð, hava gjørt, at námsverkætlanin aftur er til almenna hoyring.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 16. mai 2021

42 Leygardagur 22. mai 2021

Stuðulsfólk hjá Navalnyj skulu ikki sleppa at stilla upp til russiska tingið

Ein lóg, sum forðar fólk úr "ekstremistiskum" felagsskapum at verða valdir til tjóðartingið, varð samtykt við fyrstu viðgerð týsdagin – Verður hon endaliga samtykt fer hon at fáa avleiðingar fyri fólk í politiska netverkinum hjá Navalnyj umframt fólk, sum hava latið netverkinum fíggjarligan stuðul

Eftir at nýggja lógin er samtykt við triðju viðgerð, skal hon góðkennast av russiska yvirhúsinum og síðani undirskrivast av russiska forsetanum, Vladimir Putin (Savnsmynd)
SkrivaÐ:

Alda Nielsdóttir

Tað skal ikki verða loyvt sameindum hjá russiska andstøðuleiðaranum, Aleksej Navalnyj, at stilla upp til russiska tjóðartingið. Tað staðfestir ein lóg, sum russiska tingið er farið undir at samtykkja.

Lógin, ið forðar limum úr "ekstremiskiskum" felagsskapum at verða valdir til tjóðartingið, er rættað móti viðhaldsfólkum hjá Navalnyj.

Lógin varð samtykt við fyrstu viðgerð í russiska undirhúsinum týsdagin við 293 atkvøðum fyri og 45 ímóti.

Lógin skal ígjøgnum tvær viðgerðir afturat, áðrenn russiska yvirhúsið skal góðkenna lógina. At enda skal russiski forsetin, Vladimir Putin, undirskriva lógina.

Verður lógin samtykt fer hon ikki bert at fáa avleiðingar fyri fólk í politiska netverkinum hjá Navalnyj, hon fer eisini at fáa avleiðingar fyri russarar, sum hava stuðlað netverkinum við peningagávu, skrivar Ritzau.

Aleksej Navalnyj varð á sumri í fjør sendur til Týsklands, har hann á sjúkrahúsi í Berlin fekk viðgerð fyri eitran. Í januar kom hann aftur til Russlands, har hann varð handtikin stutt eftir komu.

Orsøkin til handtøkuna var, at hann hevði brotið treytirnar fyri ein treytaðan dóm, hann fekk í 2014. Í februar varð hann so dømdur hálvttriðja ára fongsulsrevsing.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 19. mai 2021

43 Leygardagur 22. mai 2021

Krevja pengar við eldgosið

Tað er ikki bara í Føroyum, at gongufólk í fjøllunum verða møtt við kravi um at rinda

(Mynd: Morgunblaðið)
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

Fólk, sum ætla sær ein túr at hyggja at eldgosinum á Reykjanesi, verða nú eisini kravd fyri pengar.

Talan er um eitt parkeringsgjald, sum verður kravt av jarðareigarunum har fólk seta bilarnar frá sær fyri at fara út á fjallatúrin niðan til gosopið í Geldingardali, skrivar Morgunblaðið.

Har gongutúrurin byrjar verða fólkini møtt av hesum skeltinum sum vísir á, at tey skulu rinda 1.000 íslendskar krónur í parkeringsgjaldi, tí bilarnir verða settir á privata ogn. 1.000 íslendskar svarar til knappar 50 í okkara krónum.

Á skeltinum verður víst á tveir møguleikar at rinda gjaldið. Antin við at rinda umvegis eina app, ella við at gera tað á eini heimasíðu.

“Gjaldið er neyðugt fyri at økja um trygdina, betra atgongdina og tænasstuna og verja náttúruna. Takk fyri at tú virðir hetta”, stendur at lesa á skeltinum. 

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 19. mai 2021

44 Leygardagur 22. mai 2021

Stórur ísflaki brotnaður av Antarktis

Flakin A-76 er yvir 4.000 ferkilometrar til víddar

 
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

Heimsins størsti ísflaki er brotnaður av ískappanum á Antarktis og flýtur nú í Wedellhavinum, sum er tann stóra víkin við suðurpólska fastlandið, beint sunnan fyri Suðuramerika.

Hetta upplýsir evropeiski rúmdarfelagsskapurin ESA. Ísflakin, ið verður kallaður A-76, minnir í formi um Manhattan verður sagt, men er 70 ferðir størri.

Rørslurnar eru fangaðar á fylgisveinaupptøkum, sum vátta, at tað eisini er talan um størsta ísflaka í heiminum í løtuni.

Flakin er umleið 170 kilometrar langur og 25 kilometrar breiður, tilsamans 4.320 ferkilometrar. Til sammetingar er tað eitt sindur meira enn víddin á sponsku oynni Mallorka.

Flakin brotnaði av ískappanum, sum eitur Ronne Ice Shelf.

Higartil størsti ísflaki hevur verið A-23A, sum eisini flýtur í Weddellhavinum.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 20. mai 2021

45 Leygardagur 22. mai 2021

Christian prinsur fermdur

Konfirmatiónin varð útsett í eitt ár orsakað av koronu, men farna vikuskiftið játtaði 15 ára gamli komandi danakongurin dópin í Fredensborg Slotskirke

Christian prinsur saman við foreldrunum, Fríðrikur krúnprinsur, og Mary krúnprinsessa, systkinunum Vincent prinsur, prinsessurnar Isabella og Josephine, og ommu hansara, Margretha drotning (Mynd: Ritzau)
SkrivaÐ:

Alda Nielsdóttir

Komandi danski kongurin, 15 ára gamli Christian prinsur, varð farna leygardag fermdur í Fredensborg Slotskirke.

Nógvar konfirmatiónir vórðu útsettar í fjør orsakað av koronu, m.a. tann hjá prinsinum. Hann átti upprunaliga at verið fermdur á vári í fjør.

Eftir at hann hevði verið í kirkjuni og játtað dópin, stillaði hann, saman við nærmastu familjuni, upp til myndatøku. 

Orsakað av koronu var tað ikki øll familjan, sum fekk luttikið á stóra degnum.

Pápabeiggi Christian prinsi, Joakim prinsur, og Marie prinsessa, búgva í Paris, og John Donaldson, abbi hansara, býr í Onglandi saman við konuni Susan Donaldson. Fleiri fadrar hjá prinsinum – norsku krúnprinshjúnini Haakon og Mette-Marit, og svenska krúnprinsessan Victoria – góvu eisini avboð.

– Tað er sjálvandi øgiliga keðiligt, men soleiðis er tað við koronu. Vit kunnu ikki gera nakað við tað, segði prinsurin sambært TV2.

Christian prinsur er elsta barnið hjá Fríðriki krúnprinsi og Mary krúnprinsessu. Hann varð føddur á Ríkissjúkrahúsinum í Keypmannahavn 15. oktober 2005, og 21. januar 2006 varð hann doyptur í Christiansborg Slotskirke.

Christian prinsur er nummar tvey í arvarøðini eftir pápan, og sum komandi kongur kundi hann, eins og onnur ung, ikki sjálvur velja, um hann ynskti at verða fermdur ella ikki. Tað er nevniliga ásett í donsku grundlógini, at hann skal verða limur í evangelsk-luthersku kirkjuni.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 15. mai 2021

46 Leygardagur 22. mai 2021

Hávard Vatnhamar umboðar Føroyar í Tokyo

5. september skal hann umboða Føroyar í maraton á parolympisku leikunum í japanska høvuðsstaðnum

 
SkrivaÐ:

Alda Nielsdóttir

Í september fer Hávard Vatnhamar at umboða Føroyar í parolympisku leikunum í Tokyo. Hesum boðar Parasport Føroyar frá.

Upprunaliga ætlan hjá Hávardi var at kvalifisera seg til triatlon, men orsakað av koronu steðgaði tann kvailifikatiónin upp, og varð avgjørt at royna at kvalifisera seg í maraton í staðin

– Hávard hevur víst at hann er ein sterkur rennari, og mett varð, at hann kundi klára minstakravið har. Ein annar avgerðandi fyrimunur við at skifta ítróttargrein er at Parasport hevur sjálvstøðugan limaskap í world para athletics, og hevur tí beinleiðis atgongd til tilmeldingar, kappingar og annað.

– Tá ein skiftir ítrótt innan paraítróttarheimin er neyðugt at verða flokkaður av nýggjum. Hetta tekur tíð, og komu øll viðurskifti uppá pláss í apríl í ár, 16 dagar eftir at freistin at kvalifisera seg á vanligan hátt var farin.

Søkt varð um wildcard til Hávard, og hetta fekk hann játtað. Wildcard kann latast ítróttafólkum, sum vegna serligar umstøður ikki kunnu kvalifisera seg á vanligan hátt, men sum tó verða mett at hava nóg høgt støði. 

Parolympisku leikirnir verða settir í japanska høvuðsstaðnum 24. august, og maratonkappingin verður 5. september, á seinasta degi á leikunum.

Hetta er 10. ferð siðan stovnan av sersambandinum fyri paraítrótt í Føroyum, at paralympisku leikirnir verða hildnir, og hevur føroysk umboðan verið við á øllum leikunum.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 17. mai 2021

47 Leygardagur 22. mai 2021

KÍ-maskinan spolar víðari

Stóri vinnarin í umfarinum sunnudagin var KÍ. Klaksvíkingar vunnu 8-0 móti B68 meðan nummar eitt og tvey á stigatalvuni, HB og NSÍ, spældu málleysan javnleik. Sjey stig eru nú millum nummar eitt og tvey

Aftur hesaferð bleiv tað til stórsigur til klaksvíkingar. 8-0 og Jóannes Bjartalíð syrgdi fyri tveimum teirra (Savnsmynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

KÍ er greitt oddalið eftir ellvinta umfar sunnudagin, har nummar tvey og trý á stigatalvuni undan dystunum í dag, leiktu málleysan javnleik.

Klaksvíkingar hava víst knúsandi styrki seinastu umførini, og 8-0 sigurin móti B68 í dag, var bara ein staðfesting av, at KÍ veruliga ætlar sær føroyameistaraheitið í ár.

At hvørki NSÍ ella HB við Løkin í dag megnaðu at skora, ger støðuna hjá KÍ bara betri.

Í Fuglafirði fekk heimaliðið ein kærkomnan 2-1 sigur móti EB/Streymi eftir at hava verið aftanfyri 1-0. Víkingur vann 1-0 móti TB og fer framvið NSÍ og upp á triðja pláss, meðan B36 hevði trupulleikar av 07 Vestur, og leikti javnt 1-1.

KÍ er nú á odda við sjey stigum niður til HB á øðrum plássi, og níggju stigum niður til Víking á triðja plássi.

[object Object]Nógvir møguleikar, men onki mál við Løkin í dystinum millum NSÍ og HB (Mynd: Bjarni Enghamar)

Úrslit 11. umfar

NSÍ - HB 0-0

Víkingur - TB 1-0 (1-0)
24’ Sølvi Vatnhamar 1-0

KÍ - B68 8-0 (5-0)
10’ Heini Vatnsdal 1-0
22’ Sumareh Bubacarr 2-0
27’ Árni Frederiksberg 3-0
32’ Jóannes Bjartalíð 4-0 (br.)
38’ Lars Daniel Bjørkman 5-0
60’ Odmar Færø 6-0
67’ Jasper Van Der Hayden 7-0
90’ Jóannes Bjartalíð 8-0

B36 - 07 Vestur 1-1 (0-0)
62’ Andras Johansen 1-0
66’ Sølvi Egilsson 1-1

ÍF - EB/Streymur 2-1 (1-1)
15’ Heðin Klakstein 0-1
44’ Elias Lervig 1-1
86’ Bogi Reinert Petersen 2-1

Støðan í Betri deildini eftir 11 umfør

1. KÍ (31 stig)
2. HB (24 stig)
3. Víkingur (22 stig)
4. NSÍ (21 stig)
5. B36 (17 stig)
6. ÍF (11 stig)
7. EB/Streymur (9 stig)
8. 07 Vestur (8 stig)
9. B68 (6 stig)
10. TB (2 stig)

12. umfar

Leygardagin 22. mai
Kl. 19: NSÍ - KÍ

2. hvítusunnudag, mánadagin 24. mai
Kl. 15: B36-HB
Kl. 15: TB-ÍF
Kl. 15: Víkingur-EB/Streymur
Kl. 16: B68-07 Vestur


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 16. mai 2021

48 Leygardagur 22. mai 2021

Meinhard dagsins leikari í Bryne-stórsigri

Landsliðsleikarin skoraði tvey mál og legði upp til eitt, tá hann, Rógvi Baldvinsson og hinir Bryne-leikararnir í vikuni tóku Ranheim á bóli og vunnu 5-2. Gilli Rólantsson er komin í gongd við sínum nýggja felagi

Meinhard Olsen eftir sítt fyrsta landsliðsmál. Nú hevur hann skorað síni fyrstu mál fyri Bryne (Mynd: Aleksandar Djorovic)
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

Síðst í mars skoraði hann sítt fyrsta A-landsliðsmál fyri Føroyar og nú er greitt, at kviki álopskendi leikarin er komin væl frá byrjan í nýggja felagi sínum, sum spælir í OBOS-Ligaen, ið er næstbesta deildin í Noregi. 

Síðsta vikuskifti spældi Meinhard Egilsson Olsen 83 minuttir, tá Bryne tapti 2-1 í Ålesund - liðið spældi í fjør í bestu deildini. Mikukvøldið gjørdu uppflytarnir úr Bryne, og serliga Meinhard, ein ordans vørr við 5-2 sigri á Ranheim, ið verður mett sum ein av favorittunum at flyta upp.

Longu eftir átta minuttir var støðan 1-1, og í 19. minutti sló Meinhard til og legði heimaliðið á odda 2-1. Í stegðinum var støðan 3-2 - eftir at Bjarne Langeland hevði lagt Bryne á odda aftur - og í 54. minutti økti 24-ára gamli føroyingurin um munin. Tað var Meinhard, ið legði upp til 5-2 málið, sum Bryne fekk stutt seinni.

Meinhard Olsen spældi allar 90 minuttirnar á vinstra vongi og varð kosin besti leikari í sínum fyrsta heimadysti. Rógvi Baldvinsson spældi eisini fullan dyst - hann var í miðverjuni.

[object Object]
Rógvi Baldvinsson (Savnsmynd: Sverri Egholm)


Gilli Rólantsson fekk mikudagin sín fyrsta dyst fyri Odds BK. Gilli er tann einasti føroyingurin, sum spælur í Eliteserien - tí bestu deildini í Noregi. Tvøramaðurin spældi allar 90 minuttirnar á høgra bakki, tá Odds fekk 2-2 javnleik í Stabæk. 

Kappingarnar í Noregi eru komnar seint í gongd orsakað av koronustøðuni. 

[object Object]Gilli hevur skift Brann út við Odds og hann fekk fulla spælitíð, tá liðið spældi sín fyrsta dyst í Eliteserien mikudagin (Mynd: Sverri Egholm)

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 20. mai 2021

49 Leygardagur 22. mai 2021

Samstarv við Nordjobb: B71 hevur fingið tveir skandinaviskar leikarar

Danin Frederik Birkedal Hansen hevur spælt tríggjar dystir í 1. deild. Maja Steenari úr Svøríki er fyrsti styrkur hjá felagnum á kvinnusíðuni og spældi sín fyrsta dyst týsdagin

25-ára gamla Anna Maja Steenari úr Alingsås saman við Karl Vidtfeldt, formanni í B71. Hon er komin til Føroyar fyri at spæla fótbólt - og reinsa fisk (Mynd: B71)
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

- Enn eru vit ikki komin hartil at vit klára okkum við okkara egna lokala fólki aleina, tí hevur tað verið neyðugt at brúkt nógva tíð uppá leikararekruttering, har byrjað verður longu við lokna kapping at leita eftir røttum styrki.

Soleiðis skrivar B71 á Facebook-síðu sínari. Seinastu mongu árini hava útlendskir leikarar styrkt besta mansliðið, sum síðani 2011 fyri tað mesta hevur verið í 1. deild.

Í ár hevur 42-ára gamli brasiliumaðurin Clayton Soares, ið hevur verið í Føroyum, tað mesta av hesari øldini, veruliga gjørt um seg við ellivu málum í ellivu dystum. Sonur hansara, Klayver, hevur eisini spælt allar dystirnar, Tijani Mohammed úr Ghana er aftur við í ár, og Joel Vasquez úr USA hevur skorað tvey mál.

Danin Frederik Birkedal Hansen kom til felagið fyrr í ár. 22-ára gamli leikarin hevur eina fortíð í lægru deildunum í Danmark, og hann er komin til Sands orsakað av einum samstarvi, sum B71 hevur við Nordjobb. Hann byrjaði í vikuskiftinum inni á vinstra bakki í 1-1 javnleikinum á Argjum.

[object Object]
22-ára gamli Frederik Birkedal Hansen er komin til felagið gjøgnum Nordjobb (Mynd: B71)

Søguligur leikari úr Svøríki - spælur fótbólt og reinsar fisk

Samanlaga liðið B71/AB er í ár farið upp í Betrideildina. Liðið hevur nú fingið styrk úr Svøríki

- Hetta er søguligt, við tí at hettar er fyrstu ferð, at B71 fær útlendskan styrk á kvinnusíðuni.

Maja Steenari hevur annars altíð spælt Alingsås í heimbýnum, men valdi eftir hava sæð eina lýsing á Nordjobb at taka av møguleikanum og flyta til Føroyar fyri at spæla fótbólt og reinsa fisk. Hetta greiður hon frá í viðtalu við stóra svenska blaðið Expressen

Hon er 25 ár og spældi týskvøldið sín fyrsta dyst á miðvøllinum fyri AB/B71.

B71 skrivar at seinastu árini hevur felagið sett sær fyri at ikki bert heinta góðar leikarar, men eisini góð menniskju, ið kunnu vera ímyndir fyri unga fólki í felagnum.

[object Object]


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 20. mai 2021

50 Leygardagur 22. mai 2021

Tættari í oddinum

Oddaliðið og NSÍ leiktu javnt í Runavík týskvøldið, meðan HB og EBS/Skála vunnu sínar dystir móti uppflytarunum. B36 reisti seg eftir vánaligu gongdina, og vann trygt móti Víkingi

44 ára gamla Malena Josephsen skoraði fyri KÍ í 42. minutti (Mynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Fult umfar varð í bestu kvinnudeildini í týskvøldið. Stórur spenningur var um úrslitið við Løkin í Runavík. Oddaliðið KÍ var á vitjan hjá NSÍ. Longu í fyrsta minutti legði heimaliðið seg á odda, og tað skuldu ganga næstan 40 minuttir áðrenn KÍ svaraði aftur.

Í 42. minutti var tað royndi leikarin hjá KÍ, Malena Josephsen, sum javnaði til 1-1. Í seinna hálvleiki hevði KÍ stóra partin av spælinum, men bólturin vildi illa í kassan. Hervør Olsen, sum hevur verið flúgvandi í ár, var kortini klár aftaná trunkaspæl í brotsteiginum hjá NSÍ, og setti fótin á bóltin til 2-1. KÍ á sigurskós.

[object Object]Hervør Olsen setir fótin á bóltin, og leggur KÍ á odda 2-1 (Mynd: Sverri Egholm)

Góðar tíggju minuttir seinni fekk NSÍ brotsspark, sum Rúna Olsen umsetti til 2-2, sum eisini gjørdist úrslitið av dystinum.

Í Sarpugerði var eisini spenningur, har Víkingur tók ímóti B36, sum herfyri nýggjan venjara, og skal venda vánaligu gongdini í ár.

Og tað má man siga, at tær hvítu úr Havn gjørdu. Víkingur legði seg á odda tá bara fimm minuttir voru farnir, men tíggju minuttir seinni javnaði Olga Kristina Hansen til 1-1, sum eisini var hálvleiksstøðan. Tá 57 minuttir vóru leiktir fekk B36 brotsspark, og tað setti gongd á málskjótingina, tí upp á undir tíggju minuttir vóru B36-kvinnurnar á odda 4-1.

Maibritt Olsen kundi við brotssparki í 79. minutti minka um munin til 4-2, sum eisini gjørdist úrslitið.

[object Object]Glaðar B36-kvinnur aftaná dystin í Sarpugerði í gjárkvøldið (Mynd: Sverri Egholm)


HB vann tryggan 4-0 sigur á Tórsvølli móti 07 Vestur, og EBS/Skála vann heili 7-0 móti AB/B71 á Argjum.

[object Object]Fagnaður eftir 2-0 málið, sum Ide Marie Christensen tók sær av (Mynd: Sverri Egholm)

Við úrslitunum týskvøldið gerst tað tættari í oddinum, og nú eru bara tvey stig á muni millum KÍ og HB og EBS/Skála á einum deildum øðrum plássi. Um Víkingur vinnur sín útsetta dyst, koma tær ljósabláu eisini upp á 16 stig, og bara tvey stig frá KÍ.

Víkingur - B36 2-4 (1-1)
5' Hanna Isaksen Højgaard 1-0
15' Olga Kristina Hansen 1-1
57' Jacoba Langgaard 1-2
60' Jacoba Langgaard 1-3
60' Emma Hansdóttir 1-4
79' Maibritt Olsen 2-4 (br.)

HB - 07 Vestur 4-0 (0-2)
25’ Julia Naomi Mortensen 1-0
34’ Ide Marie Christensen 2-0
49’ Elin Maria Isaksen 3-0
69’ Ide Marie Christensen 4-0

NSÍ - KÍ 2-2 (1-1)
1’ Heidi Sevdal 1-0
42’ Malena Josephsen 1–1
68’ Hervør Olsen 1-2
78’ Rúna Olsen 2-2 (br.)

AB/B71 - EBS/Skála 0-7 (0-2)
23’ Lea Lisberg 0-1
40’ Lea Lisberg 0-2
46’ Lea Lisberg 0-3
49’ Lea Lisberg 0-4
53’ Sigrun Kallsoy Kristiansen 0-5
77’ Silja Augustinussen 0-6
84’ Lea Lisberg 7-0

Betri deildin kvinnur
1. KÍ (18 stig)
2. HB (16 stig)
3. EBS/Skála (16 stig)
4. Víkingur (13 stig)
5. NSÍ (13 stig)
6. B36 (10 stig)
7. 07 Vestur (3 stig)
8. AB/B71 (0 stig)


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 19. mai 2021

51 Leygardagur 22. mai 2021

Spæla tveir dystir í Litava í juni

Dystirnir í Baltic Cup verða teir fyrstu hjá Lene Terp sum landsliðsvenjara hjá kvinnum. Tann fyrr verður móti Estlandi 10. juni

Føroyar og Estland hittust í venjingardysti á Tórsvølli í fjør. Hann endaði 1-1 (Mynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

Í juni mánaða fer A-landsliðið í fótbólti við kvinnum til Litava at taka lut í Baltic Cup, har mótstøðulondini eru Litava, Lettland og Estland. Hetta er ikki fyrstu ferð, at føroyska kvinnulandsliðið skal royna seg móti baltisku londunum - leingi hevur eitt samstarv verið, og Føroyar eru áður bodnar við til Baltic Cup.

Kappingin verður hesaferð skipað við einum innleiðandi dysti og síðan finalu og dysti um 3. plássið, skrivar fsf.fo.

- Lutakast hevur verið um leikskránna, og Føroyar skulu í fyrra dystinum spæla ímóti Estlandi, meðan Litava og Lettland bresta saman. Dysturin móti Estlandi verður spældur hósdagin 10. juni klokkan 14 føroyska tíð.

Føroyar og Estland spældu 1-1 javnleik í venjingardysti á Tórsvølli í mars í fjør. Tað var Rannvá B. Andreasen, ið skoraði føroyska málið við óbeinleiðis frísparki inni í estiska brotsteignum. Talan var um seinasta landsdystin hjá Rannvá.

Vinnararnir hittast í finalu, sum verður sunnudagin 13. juni á middegi - dysturin um 3. plássið verður spældur beint áðrenn

Dystirnir í Baltic Cup verða fyrstu dystirnir hjá Lene Terp sum landsliðsvenjara, og kappingin er liður í fyrireikingunum til HM undankappingina, sum byrjar í september. Í tí undankappingini skulu Føroyar spæla móti Spania, Skotland, Ukraina og Ungarn.

[object Object]

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 18. mai 2021

52 Leygardagur 22. mai 2021

Fyrireika seg nú til dystirnar móti Finnlandi og Ísrael

EM-undan-undankappingin verður í Føroyum fyrst í juni mánaði

(Savnsmynd: Jens Kr. Vang)
SkrivaÐ:

Alda Nielsdóttir

A-landsliðið hjá kvinnum í hondbólti er nú farið undir fyrireikingarnar til undan-undankappingardystirnar til EM.

Í døgunum 4. til 6. juni verður EM-undan-undankapping fyri kvinnur í Føroyum, har Føroyar skulu spæla móti Finnlandi og Ísrael. Vinnarin av kappingini fær so pláss í bólkaspælinum til EM-undankappingina í heyst.

Kvinnurnar eru farnar undir fyrireikingarnar og venja regluliga saman fram til kappingina, skrivar Hondbóltssambandið.

Venjarar hjá kvinnulandsliðinum eru Dragan Brljevic og Finnur Hansson.

Leikskráin fyri kappingina í juni sær soleiðis út:

  • Fríggjadagin 4. juni kl. 18.30: Føroyar – Finnland
  • Leygardagin 5. juni kl. 18: Finnland – Ísrael
  • Sunnudagin 6. juni kl. 16: Føroyar – Ísrael

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 17. mai 2021

53 Leygardagur 22. mai 2021

Elias svenskur meistari

Elias Ellefsen á Skipagøtu og Sävehof vunnu týskvøldið triðja finaludystin og harvið svenska meistaraheitið

(Mynd: IK Sävehof)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

19 ára gamli Elias Ellefsen á Skipagøtu er saman við Sävehof svenskur meistari. Tað gjørdist greitt týskvøldið, tá triðja finalan millum Sävehof og Skövde varð leikt.

Sävehof hevði undan hesari triðju finaluni av fimm møguligum vunnið tvær, og tískil skuldi bert ein sigur til afturat.

Úrslitið í triðja dystinum í Partille gjørdist 30-27 til Sävehof. Elias á Ellefsen á Skipagøtu skoraði fýra mál.

Hetta er fyrstu ferð, at ein føroyingur er við á liði, sum vinnur svenska meistaraheitið.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 18. mai 2021

54 Leygardagur 22. mai 2021

Hátíðarhildu 50 ára føðingardag í Hoyvík

50 ár eru síðani at H71 varð stovnað. Tað varð hátíðarhildið við skrúðgongu fyrrapartin. Sí myndir

(Mynd: Ólavur Frederiksen / Faroephoto)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

50 ára føðingardagurin hjá hondbóltsfelagnum H71 varð leygardagin hátíðarhildin. Byrjað var fyrrapartin við skrúðgongu úr Skúlanum við Løgmannabreyt og oman í Hoyvíkar Skúla.

Nógv luttóku í skrúðgonguni og vóru við tá røður vórðu hildnar í fimleikarhøllini í skúlanum.

Um kvøldið varr stór veitsla í Hoyvíkshøllini.

Ólavur Frederiksen tók myndirnar


[object Object]

[object Object]Anna Dam, forkvinna í H71

[object Object]

[object Object]


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 15. mai 2021

55 Leygardagur 22. mai 2021

Tveir tryggir sigrar til Jákup Petur Eliassen

Tórshavnar Súkklufelag skipaði fyri tveimum kappingum farna vikuskiftið

Jákup Petur Eliassen (Savnsmynd: Jens Kr. Vang)
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

Tey eydnaðist Jákup Peturi Eliassen at vinna báðar kappingarnar, tá Tórshavnar Súkklufelag seinasta vikuskiftið skipaði fyri kapping í bæði landavegssúkkling og tíðarkoyring.

Leygardagin var landavegssúkkling á skránni, úr Havn, norður gjøgnum Sundalagið og niðan á Eiðisskarð.

Jákup Petur Eliassen fór frá hinum súkklarunum longu í brekkuni oman móti Hvítanesi, og tað eydnaðist ongantíð hinum súkklararnum at vinna hann innaftur.

Fitt av mótvindi var norður gjøgnum Sundalagið, og niðan á Eiðisskarð var heilt nógvur vindur og hvirlur, sum ryktu so nógv í súkklararnar, at onkur varð sendur av vegnum.

Jákup Petur Eliasen varð nógv fyrstur á mál við tíðini 2 tímar 10 minuttir og 10 sekund. Nummar tvey gjørdist Christian Guttesen og nummar trý Kjartan Egholm ávikavist góðar 14 og knappar 18 minuttir eftir Jákup Petur.

Sunnudagin var tíðarkoyring á skránni, frá Auto Sevice undir Krákugjógv í Havn og eftir Oyggj allan vegin niðan á Sornfelli, góðar 16 kilometrar tilsamans.

Aftur hesaferð vann Jákup Petur Eliassen tryggan sigur. Hann brúkti 47 minuttir og 50 sekund um teinin. Nummar tvey var Gunnar Dahl-Olsen og nummar trý Christian Guttesen

Hvørki Helgi W. Olsen ella Dávur Magnussen, sum hava vunnið kappingar í ár, vóru við í kappingunum um vikuskiftið.

Hetta var fjórða av fimm umførum í Giant Várkappingini. Her liggur Dávur Magnussen fremst við 17 stigum, eitt stig meira enn Jákup Petur Eliassen.

Fimta umfarið í Giant Várkappingini 18. juni, verður samstundis FM í tíðarkoyring. 

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 18. mai 2021

56 Leygardagur 22. mai 2021

Guðrið Káradóttir Petersen setti nýtt met í hamarkast

Leygardagin flutti Guðrið Káradóttir Petersen metið longur út, og hesaferð út á 43,88 metrar, sum er 47 centimetrar longir enn gamla føroyska metið

(Mynd: Hvirlan.fo)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Síðan Guðrið Káradóttir Petersen tók føroyska metið frá Randi Kúrberg í juni 2018 í Växjö, hevur ongin ivi verði um, at hon kundi koma longri út.

Hon hevur eisini bøtt um metið á hvørjum árið, men har hevur verði ein ótryggleiki í rørslunum, sum tað hevur tikið tí at finna orsøkina til. Við hjálp frá skeiðum, og samskiftið við venjarar uttanlanda bleiv fokus í kastunum flutt eftir síðstu kapping í 2020. Nú er fokus at halda trýsti á báðum beinunum, og at standa ímóti meðan hon trýstir hamaran runt. Hetta er í mun til gamla fokus, har roynt var at koma langt út við hamarnum og trýsta har. Nýggja fokus skapti beinan vegin ein heilt annan tryggleika í kastinum, og tískil er munandi lættari at trýsta hamaran allan vegin gjøgnum teir tríggjar umgangirnar, Guðrið snarar áðrenn hon kastar hamaran.

Leygardagin royndi Guðrið seg í kapping á øðrum sinni síðan broyting av fokus. Longu í fyrsta kasti vísti hon, at hon er klár at flyta metið úteftir. Kastið var tekniskt pent, men Guðrið helt eitt sindur aftur við at trýsta. Hamarin lendi bara 1,63 m frá hennara føroyska meti. Í øðrum kasti setti hon meir ferð á, og lendi hamarin bara 58 centimetrar frá føroyska metinum. Í triðja spenti hon í so nógv og stytti tískil eitt sindur um radius, men hon fekk nógva ferð í hamaran og úrslitið gjørdist at hon kastaði 43,88 m, sum er 47 cm longri enn gamla føroyska metið.

Í fjórða umfarið var aftur góð ferð á, og hesaferð spenti hon minni móti hamarnum. Hetta gjørdi at góð ferð kom á, men hon var tíanverri eitt vet ov ótolin í byrjanini og tískil endaði kasti við, at hamarin tók í netið. Hamarin lendi tó heilt úti á 41,51 m. í fimta umfarið var hon alt ov ótolin í byrjanini og fór tí undan hamarnum inn í fyrsta umgang. Eisini tók hamarin harðliga í netið á veg út. At kasti hóast hetta lendi heilt úti 38,01 m vísur kapacitetin í løtuni.

Í síðsta umfarið var hon aftur tolin, í startinum og kom væl avstað, men her fekk hon ikki trýst nóg mikið og tískil bleiv tað ikki eitt føroyskt met afturat, men aftur lendi hamarin uttanfyri 40 m strikuna.

Við kappingini um vikuskiftið hevur Guðrið víst at hon er klár at flyta metið væl longri út longu í ár.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 16. mai 2021

57 Leygardagur 22. mai 2021

Norðurlond mótmæla umstøðunum í Katar

Krevja av Fifa, at okkurt verður gjørt við mannarættindini í landinum undan HM-kappingini næsta ár

Christian Andreasen, FSF-forseti (Savnsmynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

Fótbóltssambondini í Norðurlondum, herundir Fótbóltssamband Føroya, leggja trýst á altjóða fótbóltssamgonguna, Fifa, um at taka stig fyri at gera vart við brotini á mannarættindini, sum verða framd í komandi vertslandinum fyri HM-kappingini, Katar.

Fifa hevði aðalfund í gjár – hann gekk fyri seg á netinum – og her gjørdu fótbóltssambondini í Íslandi, Noregi, Svøríki, Finnlandi, Danmark og Føroyum vart við hetta.

Tey hava skrivað eitt felags skriv til fundin, har funnist verður at mannarættindastøðuni í Katar her undan HM-kappingini har næsta ár. Londini vísa til kanningar av teimum nógvu deyðstilburðunum, ið eru hendir í sambandi við HM-byggingina í Katar.

Norðurlondini vístu eisini á, at neyðugt er við umfatandi broytingum í Katar fyri at betra um støðuna viðvíkjandi mannarættindum í landinum. Londini krevja eisini, at bøtt verður pressufrælsið, skrivar finska Hufvudstadsbladet.

Danmarks Bold-Union hevur almannakunngjørt skrivið, ið kann lesast her

Mett verður at 6.000 fólk hava latið lív í arbeiðinum at byggja upp leikvøllir og annað til HM-kappingina í 2022. Gestaarbeiðarar í landinum hava arbeitt undir trælalíknandi umstøðum og teirra grundleggjandi mannarættindi hava ikki verið vird.

- Eitt av endamálunum hjá norðurlendsku fótbóltssamgongunum er at tryggja, at HM í Katar 2022 verður hildið í tráð við vanlig mannarættindi og rættindi hjá teimum nógvu gestaarbeiðarunum, sum byggja undirstøðukervið til HM, skriva sambondini.

Samgongurnar vísa eisini á, at teirra fjepparar eru farnir at gera vart við støðuna eisini.

- Okkara fjepparar krevna – við fullum rætti – at vit sum sambond og limir í Fifa, taka okkara ábyrgd fyri rættindunum hjá Arbeiðarunum í Katar. Fjølmiðlar, fjepparar og samstarvsfelagar krevja greitt svar frá okkum”.

Norðurlendsku fótbóltssamgongurnar eru við at fyrireika enn eina vitjan til Katar fyri at staðfesta, hvat er hent. Tey hava fyrr vitjað landið og tosað um mannarættindaspurningar við fyrireikingarnevndina og myndugleikarnar í landinum. Hetta var í 2016 og 2019, skrivar Hufvudsstadsbladet.

Fótbóltssamgongurnar setir eisini fram nøkur krøv í skrivinum:

- at síggja óheftar kanningar gjørdar av óheftum serfrøðingum yvir deyðstilburðirnar, ið heru hendir í sambandi við byggingina í Katar

- at bøtt verður um mannarættindastøðuna og umstøðurnar hjá gestaarbeiðarunum í landinum

- at mannarættindafelagsskapir fáa atgongd til landið, og at grundleggjandi rættindi hjá minnilutabólkum verða vird.

- at mannarættindi og rættindi hjá arbeiðarunum í sambandi við HM verða tryggjað undan, undir og eftir HM-kappingina. Kravið er ikki bara galdandi fyri leikvøllirnar, men eisini fyri gistingarhús, matstøð og onnur støð, sum veita tænastu í sambandi við HM-dystirnar.

Brævið er undirskrivað av forsetunum í teimum norðurlendsku fótbótssambandunum: Christian Andreasen, Føroyar, Gudni Bergsson, Ísland, Jesper Møller, Danmark, Karl-Erik Nilsson, Svøríki, Terje Svendsen, Noreg og Ari Lahti, Finnland.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 21. mai 2021

58 Leygardagur 22. mai 2021

Málverjin skoraði týdningarmikið sigursmál

Alisson ognaði pápa sínum málið – hann doyði í druknivanlukku fyrr í ár

(Mynd: EPA)
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

Málverjin hjá Liverpool er nú tann fyrsti málverjin í søguni hjá Premier League at skora eitt týdningarmikið sigursmál.

Fimm málverjar hava fyrr skorað í Premier League. Teir eru Peter Schmeichel, Tim Howard, Brad Friedel, Paul Robinson og Asmir Bergovic.

- Eitt ótrúligt mál. Eg havi ikki sæð líknandi – sera góður teknikkur, segði venjarin hjá Liverpool, Jürgen Klopp, eftir dystin móti West Bromwich sunnukvøldið, har Alisson Becker stútaði bóltin í má til 2-1 í 95. minutti – langt inni í yvirtíðini.

Hevði Liverpool bert fingið tað eina stigið, høvdu vónirnar um at sleppa við í Champions League næsta ár verið smáar. Fýra lið sleppa við, og Liverpool lá eftir dystin á fimta plássi, eitt stig eftir Chelsea.

Fyri Alisson sjálvan hevði málið nógv at siga. Hann misti pápa sín í eini druknivanlukku í februar í ár, og málið varð ognað honum. 

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 17. mai 2021

59 Leygardagur 22. mai 2021

Ronaldo hevur nú vunnið øll steypini í Onglandi, Spania og Italia

Juventus vann hóskvøldið Coppa Italia fyri 14. ferð, og hetta var harvið eitt plástur uppá sárið í einum kappingarári, ið hevur verið eitt vónbrot. Finalan móti Atalanta endaði 2-1

(Mynd: EPA)
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

Í vikuskiftinum fer Inter Milan at lyfta Serie A-steypið. Tað verður fyrstu ferð í tíggju ár, at Juventus ikki ger tað. Í 2011 vann AC Milan sokallaða Scudetto, og í ár hava grannarnir verið stinnast.

Porto sló Juventus út í áttandapartsfinaluni í Champions League, so talan hevur als ikki verið um eitt gott kappingarár hjá "gomlu damuni". Juventus liggur í løtuni bert á einum Europa League-plássi og skal vinna á Bologna sunnudagin, samstundis sum hjálp kemur aðrastað frá, um Champions League skal røkkast.

Tað kann verða Atalanta, ið hevur tryggjað sær pláss til kappingina komandi ár, sum letur Juventus eina hjálpandi hond, við at taka stig frá AC Milan, ið kemur á vitjan í Bergamo sunnudagin. Tað var júst Atalanta, sum var mótsstøðuliðið hjá Juventus í Coppa Italia finaluni á Mapei leikvøllinum í Reggio Emilia hóskvøldið. Mest vinnandi felagið í Italia vann kappingina fýra ár á rað - frá 2015 til og við 2018 - og í ár bragdaði aftur.

Juventus kom á odda, tá hálvur tími var leiktur, men tìggju minuttir seinni fekk Atalanta javnvág í. Sigursmálið kom í 73. minutti, tá Federico Chiesa skoraði. Sviin Dejan Kulusevski, ið skal til EM í summar og sum skoraði 1-0 málið, legði upp. Harvið kundi Juventus lyfta steypið fyri 14. ferð. Tað er fimm ferðir fleiri, enn Roma sum hevur næstflest steypasigrar.

Cristiano Ronaldo spældi alla finaluna, men var ikki við í nøkrum av málunum. 36-ára gamli áleyparin spælur møguliga sín seinasta dyst fyri Juventus um vikuskiftið. Við sigrinum hósdagin hevur hann verið við at vunnið øll steypini, sum eru at vinna í Italia. Portugisiski leikarin vann eisini øll steypini í Onglandi við Manchester United, umframt alt sum var at vinna í Spania við Real Madrid.

Harumframt hevur Ronaldo millum annað vunnið Chmapions League fimm ferðir og tvey steyp við Portugal. Talið av steypum hjá honum er 34 - tað er eitt færri enn Lionel Messi hevur.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 20. mai 2021

60 Leygardagur 22. mai 2021

FC Barcelona vann Champions League

Kvinnurnar hjá Barcelona vunnu 4-0 á Chelsea sunnukvøldið

(Mynd: EPA)
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

Spanska liðið FC barselona vann sunnuvøldið Champions League finaluna í fótbólti fyri kvinnur.

Spanska liðið fekk eina dreymabyrjan, og kom á odda longu í fyrsta minutti av dystinum, tá Chelsea gjørdi sjálvmál.

Og longu áðrenn 20 minuttir vóru farnir av dystinum, var Barcelona komið upp á bæði 2-0 og 3-0.

Støðan í hálvleikinum var 4-0. Fleiri mál komu ikki í dystinum, sum ongantíð gjørdist spennandi.

Champions League finalan hjá kvinnunum varð spæld í Göteborg í Svøríki.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 17. mai 2021