Lat aftur Yvirlit list articles in edition

Leygardagur 24. juli 2021 | Nr. 30 | Árgangur 2 | Kr. 0,00

Ólavsøkan 2021 fyri (næstan) fullum snúningum

SíÐa 10

1 Leygardagur 24. juli 2021

Góðan lesihug og góða ólavsøku

Nýggj útgáva hvønn leygarmorgun kl. 7

Ólavsøkuheilsan

Vælkomin á ólavsøku 2021!

Eg havi ongantíð verið burturstaddur eina ólavsøku. Tað merkir, at í ár haldi eg ólavsøku nummar 65. Og tað gleðir meg akkurát líka nógv eisini at vera heima hesa ólavsøkuna.

Stórir partar av ólavsøkuhaldinum er reinur mentanararvur. Skrúðgongan. Løgtingið kemur saman. Ólavsøkan sum keypsstevna og fólkslig veitsla. Tónleikur og list. Ítróttur. Felagsangur. Familja. 

Sum borgarstjóri í høvuðsstaðnum er altíð serliga hugaligt at kunna bjóða øllum vælkomnum á ólavsøku, nú vit eftir besta førimuni hava gjørt høvuðsstaðin kláran at taka ímóti gestum úr øllum heraðshornum. 

Skráin er fjølbroytt, hóast avmarkingar. Roynt verður at hava okkurt til øll, so allir føroyingar og ólavsøkugestir annars kunnu fáa sum mest burturúr. Og roynt verður at endurnýggja og skapa nýtt. 

Allur býurin er við í ólavsøkuni. Her er bæði verðsligt og andaligt í at velja, tiltøk til gamans og álvara, uttandura eins væl og innandura. Hesaferð er meira enn nakrantíð gjørt burturúr at samskipa øll tiltøk so væl sum tilber, við atliti til galdandi tilráðingar frá heilsumyndugleikunum. 

Ólavsøkan er okkara størsta fólkaveitsla, og tí eigur pláss at vera fyri okkum øllum. Her savnast høgur og lágur. Vit hittast og vit heilsast og geva vit okkum stundir til eitt hugnaligt prát. Ólavsøkan er ársins familjuveitsla. Soleiðis er ólavsøkan og soleiðis eigur hon eisini at vera. Vit vísa atlit, men vit royna at halda eina so vanliga ólavsøku sum møguligt. 

Ólavsøkan er høgtíð og tjóðardagur okkara, men á mangan hátt øðrvísi og innihaldsríkari enn tjóðardagar í øðrum londum, tí hóast ólavsøkan er tjóðardagur føroyinga, so verður hon hildin í høvuðsstaðnum. Tí eru vit fegin um, at vit kunnu taka ta ábyrgd, at fyriskipa og halda veitsluhátíð føroyinga í høvuðsstaðnum. 

Kommunan er støðugt í eini rembingartíð. Býurin fjølgast og víðkast støðugt. Fólkatalið og virksemið veksur. Krøvini herðast og tilboðini økjast. Karmarnir víðkast. Tað gongur væl í høvuðsstaðnum og tað krevur støðugt nýggjan hugburð av okkum, sum eru vald at tæna býi og bygd, so Havnin er væl búgvin at taka avbjóðingarnar. 

Nú leggja vit gerandisdagin frá okkum eina løtu og njóta samanhaldið. Samstundis sum eg vil takka teimum mongu, sum hava gjørt eitt stórt sjálvboðið arbeiði fyri at hugna so væl um okkum hátíðardagarnar, so fari eg at bjóða øllum føroyingum hjartaliga vælkomnum á ólavsøku! 

Veri fagnað øll tit úr bý og av bygd og ikki minst tit uttan úr heimi, ið komin eru higar at halda landsins tjóðardag í vælprýdda høvuðsstaðnum, vit øll eru so góð við. Eg havi tað álit á okkum øllum, at vit duga at halda tjóðarhátíð við atliti til øll galdandi tilmæli, so vit verja okkum sjálvi og øll onnur. Tjóðarhátíðin er fyri allar føroyingar, tí eigur at vera pláss fyri okkum øllum. 

Vælkomin á ólavsøku. 

Heðin Mortensen
borgarstjóri



SkrivaÐ:

Heðin Mortensen

  • Blaðið

    Stovnað 2020

    Útgevari: Knassar

    Upplag: 6987

    Lisnar síður: 27202

    Dagført 10. hvørt sekund
  • Samband

    tel. 20 80 80

    [email protected]



    Ingi Samuelsen

    Redaktørur

    [email protected]

    tel. 22 22 73


  • Borgar Kristiansen

    Lýsingarráðgevi

    [email protected]

    tel. 23 66 01

2
Leygardagur 24. juli 2021

Pál Weihe: Haldið ólavsøku við máta

Nú stórur partur av fólkinum er koppsettur er vandin ikki eins stórur, og hann var í fjør, men kortini eiga vit at vera varin, heldur Pál Weihe, sum m.a. mælir til, at vit royna at halda ólavsøkuna úti, og at halda góða frástøðu í stórum mannamúgvum

– Mítt meginráð er: Royn at halda ólavsøkuna úti, í staðin fyri at fara inn í hølir, tá tú kemur oman í býin. Um tú ert í einari stórari mannamúgvu, royn so og hald eina góða frástøðu – tað ber til, tí at økið er stórt, sigur Pál Weihe, koronaráðgevi og professari í fólkaheilsu (Savnsmynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Alda Nielsdóttir

Vandin við at halda ólavsøku er ikki eins stórur, og hann var í fjør, áðrenn koronakoppsetingin gjørdist tøk, men hann er tó framvegis til staðar, sigur Pál Weihe, koronaráðgevi og professari í fólkaheilsu, nú ólavsøkan stendur fyri durum.

Eins og í fjør eru nógv av stóru summartiltøkunum avlýst vegna koronu, men ólavsøkan er ikki eitt teirra, og tað hevur fingið fleiri at undrast. Mikudagin 21. juni, tá lesarar á Portalinum vórðu spurdir, hvat teir hildu um hetta, søgdu 57 prosent av teimum nærum 6.250 fólkunum, sum atkvøddu, at tey ikki hildu tað vera rætt at halda ólavsøku. 26 prosent svaraðu ja, meðan 18 prosent svaraðu “ja, men uttan stórar mannamúgvur”.

Men hóast ólavsøkan verður hildin, verður hon, eins og í fjør, ikki sum hon plagar. Tórshavnar kommuna hevur boðað frá, at fleiri stór tiltøk, sum annars hava verið ein fastur partur av ólavsøkuni – midnáttarsangur á Vaglinum, tiltak hjá Miðlahúsinum, og tivoli á Skálatrøð – ikki verða í ár. Og nú meira enn helvtin av føroyska fólkinum eru liðugt koppsett fyri koronu, kann tað vera forsvarligt at halda ólavsøku, sigur Pál Weihe.

– Tað sum ger, at tað kann vera forsvarligt at halda eina tillagaða ólavsøku er, at ein rættiliga stórur partur av fólkinum hevur tikið ímóti koppsetingini, og harvið eru tey vard móti koronu, sigur hann.

Fylgið við í útvarpi og sjónvarpi
Kortini eiga vit framvegis at vera varin, tí enn eru eisini nógv, sum ikki eru koppsett, og kunnu tey framvegis blíva illa sjúk við koronu, um tey verða smittaði. Eitt nú hava umleið 10 prosent av teimum gomlu enn ikki tikið ímóti tilboðnum um koppseting.

– Um smittan fer runt í samfelagnum og rakar tey, so kunnu tey gerast illa fyri – um ólavsøkan elvir til stóra spjaðing, sigur Pál Weihe, sum tí mælir frá, at fólk savnast ov nógv saman. Í sambandi við konsertir og onnur líknandi tiltøk eiga fólk tí at royna at halda eina góða frástøðu.

Í staðin fyri at fara oman á Vaglið, tá ólavsøkan verður sett, og tá tingið verður sett, eiga fólk heldur at fylgja við í útvarpinum og sjónvarpinum. Eisini eiga fólk at halda sær mest møguligt úti í staðin fyri at fara inn í høli, har nógv fólk eru tætt saman. Ætlar tú tær eitt nú inn á barr, tryggja tær so, at tað ikki er alt ov trongt harinni.

– Mítt meginráð er: Royn at halda ólavsøkuna úti, í staðin fyri at fara inn í hølir, tá tú kemur oman í býin. Um tú ert í einari stórari mannamúgvu, royn so og hald eina góða frástøðu – tað ber til, tí at økið er stórt.

Kann gerast ein superspjaðarahending
Eftir ólavsøku í fjør byrjaði ein nýggj bylgja av koronu at gera um seg í Føroyum, og hóast meginparturin av føroyaska fólkinum er koppsettur, sigur Pál Weihe seg kortini stúra fyru, at tað sama kann henda aftur í ár.

– Tann mongdin av fólki, sum er ókoppsett er stór nokk til at gera eina stóra spjaðing, sum kann fara út í alt samfelagið. Vit hava ikki nakað samfelagsverju enn, og hana fáa vit helst ikki fyrr enn í endanum av august.

Í fjør varð eisini frámælt at fara oman á Vaglið at syngja midnáttarsang, men kortini møttu túsundatals fólk upp at syngja sum vant, og stúrir Pál Weihe fyri, at tað sama kann henda í ár. Hann mælir frá at gera tað.

– Tá mannamúgvan til midnáttarsang er so stór, og mann syngur og andar harðliga út, kann tað gerast ein perfekt støða fyri smittuspjaðing, serliga um tað er eitt góðveðurskvøld við lítið av vindi, og sostatt kann tað gerast ein superspjaðarahending.

Koppsett kunnu bera smittuna víðari
Pál Weihe vísir eisini á, at hóast koppsettir persónar eru í lítlum vanda fyri at gerast sjúk við koronu, kunnu teir bera virusið víðari til síni kæru.

– Vit hava nógv fólk, sum hava verið fult koppset, sum t.d. enn eru komin heim við flogfari og hava borið smittuna við sær, men í hvønn mun tey smitta onnur er helst ógvuliga litið, men eg tori ikki at siga tað, at tað so gott sum ongantíð kemur fyri, sigur Pál Weihe.

Í sambandi við ólavsøku er eisini vanligt at skipa fyri veitslum og at hava opið hús, og tað kunnu fólk framvegis, heldur hann.

Men hann mælir tó til, at fólk hava smærri veitslur heima hjá sær sjálvum í staðin fyri at fara út, har tær stóru veitslurnar verða hildnar.

Áður hevur eisini verið mælt til, at fólk lata seg kanna fyri koronu, áðrenn tey fara til stór tiltøk sum t.d. veitslur, og hjá teimum, sum ikki eru koppsett er hetta enn eitt gott hugskot at gera, sigur Pál Weihe, men tey, ið eru liðugt koppsett nýtast tey ikki at lata seg kanna, heldur hann.

Ráðini frá Pál Weihe í stuttum

  • Savnist ikki ov nógv saman
  • Roynið og haldið góða frástøðu, tá tit eru í stórum mannamúgvum
  • Fylgið við setanini í sjónvarpi ella útvarpi heldur enn at fara oman á Vaglið
  • Haldið tykkum mest møguligt úti
  • Ætla tit tykkum inn onkunstaðni, tryggið tykkum at har ikki er ov trongt
  • Skulu tit til eitt stórt tiltak er gott hugskot at lata tykkum kanna fyri koronu, um tit ikki eru koppsett

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 24. juli 2021

3
Leygardagur 24. juli 2021

Havnar Hornorkestur og kongshúsið í 100 ár

Havnar Hornorkestur var stovnað í 1903, og er millum elstu skipaðu tónleikafelagsskapirnar í Føroyum

 
SkrivaÐ:

torshavn.fo

Árið í ár er eitt serligt ár hjá Havnar Hornorkestri. Tí fyri 100 árum síðani í 1921 spældi Havnar Hornorkestur á fyrsta sinni fyri teimum kongaligu.

Tað var, tá ið Christian 10. kongur vitjaði í Føroyum.

[object Object]

Ta ferðina stóðu tónleikararnir á Kongabrúnni og heiðraðu kongi og drotning við hornblástri, tá ið kongaskipið legði at í Havn. Síðani tá hevur Havnar Hornorkestur spælt til tær flestu kongaligu vitjanirnar, sum hava verið í Havn.

Og aftur í gjár spældi Havnar Hornorkestur, tá ið Margretha drotning vitjaði í Havn. Orkestrið spældi bæði á Bursatanga og aftur á Trappuni.

Havnar Hornorkestur var stovnað í 1903 og er millum elstu skipaðu tónleikafelagsskapirnar í Føroyum.

[object Object]

Havnar Hornorkestur er býarorkestrið í Havn og er fyri tað mesta mannað við áhugaleikarum - í høvuðsheitum úr Havn, men tónleikarar koma eisini aðrastaðni úr landinum at spæla við Havnar Hornorkestri. Tónleikararnir spenna víða í aldri, og orkestrið hevur havt stóran týdning fyri at menna dugnaligar horntónleikararar í Føroyum.  

Vanliga manna millum 20 og 30 tónleikarar orkestrið, sum spælir til alskyns tiltøk alt árið, almenn sum privat, innandura sum uttandura, gaman og álvara. Havnar Hornorkestur spælir eisini til ólavsøkusetanina, orkestrið spælir jólasálmar í útvarpinum jólamorgun og skipar fyri stóra flaggdagshaldinum í Havn. Tað røkkur tí út til sera nógv fólk.  

Tróndur Herason Olsen stjórnar Havnar Hornorkestri.

Kelda: torshavn.fo


[object Object]
Móttøkan á Trappuni í síðstu viku (Mynd: Sverri Egholm)

[object Object]
Á bryggjuni (Mynd: Sverri Egholm)

[object Object]
Á Ólavsøku (Mynd: Jens Kr. Vang)


 

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 24. juli 2021

4 Leygardagur 24. juli 2021

Kappríðingin 100 ár á ólavsøku

Á ólavsøku í ár eru 100 ár liðin, síðan fyrsta kappríðingin í Føroyum

 
SkrivaÐ:

-

Á ólavsøku eru 100 ár liðin, síðan fyrsta kappríðingin var í Føroyum. Fyrsta kappríðing í Føroyum var nevniliga á ólavsøku í 1921.

Í lýsing sum, var í Dimmalætting 20. juli 1921, stóð:

– Ætlanin er, um nóg nógvir melda seg, at fáa í lag eina kappríðing á ólavsøku. Teir ið hava hug at vera við, kunna venda sær til ein av okkum undirteknaðu seinast týsdagin 26. Juli. Edvard Samuelsen, Gustav A. Reinert, Kjartan Mohr.

16 mans vóru við í kappríðingini, sum var uppi á Sundsvegnum, og vinnarin hesa søguligu kappríðing var Edvard í Horni.

Kappast var í nøkur ár á Sundsvegnum, men í 1928 flutti kappingin út á Velbastaðvegin. Samstundis var teinurin øktur frá 300 mtr. ið vóru á Sundsvegnum til 500 mtr. Hetta er enn teinurin ið riðin verður á ólavsøku. Hesu fyrstu árini, datt okkurt ár burturímillum har eingin kapping var, men síðani 1936 hevur kappríðing verið á hvørjari ólavsøku, skrivar Ríðisamband Føroya á heimasíðuna.

Føroya Ríðingarfelag var stovnað í 1943 og var endamálið millum annað at fyriskipa hesar kappríðingar. Felagið gjørdi í 1970 stásiliga nýggja ríðibreyt uppi í Marknagili. Nú skuldi ikki longur ríðast á alfaravegi men á breyt ið var gjørd til endamálið. Fyrsta ólavsøkukappríðingin í Marknagili var í 1971 og hevur hon verið har hvørt ár síðan tá.

[object Object]

Sum sæst á myndini vóru heilt nógv fólk til kappríðing hesi árini, myndin er tikin í 1957 á Velbastaðvegnum. Tað er Vilhjálmur Patursson á hestinum Fúsa, ið eisini vann kappingina hetta árið.

Føroya Ríðingarfelag var stovnað í 1943 og var endamálið millum annað at fyriskipað hesar kappríðingar. Felagið gjørdi í 1970 stásiliga nýggja ríðibreyt uppi í Marknagili, nú skuldi ikki longur ríðast á alfaravegi men á breyt ið var gjørd til endamálið. Fyrsta ólavsøkukappríðingin í Marknagil var í 1971 og hevur hon verið har hvørt ár síðani tá. 

Kappríðingin hjá Føroya Ríðingarfelag er ólavsøkudag klokkan 15, og eru tað nógv sum hava tað sum fastan tátt, at fara niðan í Marknagil til hetta søguliga tiltak.

Kelda: rossfo.blogspot.com

[object Object](Savnsmynd: Absalon Hansen)

[object Object]
(Savnsmynd)

[object Object]

(Savnsmynd)


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 18. juli 2021

5

Størv

Leiðandi farmakonomur til nýggja apotekið í Vágum

Meira Umsóknarfreist: 22. november 2024

Kostframleiðsluleiðari til Umlættingar- og rehabiliteringsdepilin Urd

Meira Umsóknarfreist: 14. november 2024

Arbeiðsfólk til kassavirkið á Glyvrum

Meira Umsóknarfreist: 15. november 2024

Sjúkrarøktarfrøðingur til Fyribyrgjandi Heimavitjanir

Meira Umsóknarfreist: 18. november 2024

Stjóri til Tjóðpall Føroya

Meira Umsóknarfreist: 01. desember 2024

Lærarar til Miðnám í Suðuroy

Meira Umsóknarfreist: 18. november 2024

Kontrollari til landsroknskapin

Meira Umsóknarfreist: 22. november 2024

Arbeiðsleiðari til tunnilsarbeiði

Meira Umsóknarfreist: 11. november 2024

Bilsmiður til Berg Motors

Meira Umsóknarfreist: 25. november 2024

Nordiska ministerrådet söker Kontorschef till Riga

Meira Umsóknarfreist: 11. november 2024

Nordiska ministerrådet söker Kontorschef till Vilnius

Meira Umsóknarfreist: 11. november 2024

Juniormeistari til Smyril Line

Meira Umsóknarfreist: 31. desember 2024
6 Leygardagur 24. juli 2021

Almenningurin sleppur ikki í kirkju ólavsøkudag

Heldur ikki í ár er møguleiki hjá almenninginum at fara í kirkju á ólavsøku. Gudstænastan verður skipað á sama hátt sum í fjør

(Savnsmynd: Jens Kr. Vang)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Í samráð við tann læknafrøðiliga myndugleikan meta vit tað tryggari og skilabetri, at gudstænastan ólavsøkudag verður skipað á sama hátt sum í 2020. Sostatt verður talið av fólki í kirkjuni avmarkað, og almenningurin hevur einans atgongd til gudstænastuna umvegis Kringvarp Føroya.

Tað sigur Jógvan Fríðriksson, bispur, á heimasíðuni hjá Fólkakirkjuni.

Inni í sjálvari kirkjuni vera tey, ið ganga skrúðgongu, eitt kór og tey, ið dagliga varða av Havnar kirkju, t.d. kirkjuráðið og tænararnir.

Sagt verður, at samskift hevur eisini verið við formansskapin í løgtinginum um hesi viðurskifti.

Maria Jørðdal Niclasen, sóknaroprestur, fer at prædika á ólavsøku.

[object Object]Maria Jørðdal Niclasen, prestur

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 21. juli 2021

7 Leygardagur 24. juli 2021

Ólavsøkuframsýning við 119 verkum

Framsýningin hjá Listafelagnum hevur verið fastur táttur síðani 1948. Hansina Iversen stendur fyri ársins útgávu, ið er fjølbroytt. Opið verður á Listasavni Føroya ólavsøkuaftan klokkan15-20 og ólavsøkudag 11-20, og "Grøn eru grá hús" heldur fram til 22. august

30 listafólk luttaka við listaverkum. Ongin umsøkjari er soldaður frá
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Aftur í ár skipar Listafelag Føroya fyri ólavsøkuframsýning í Listasavni Føroya. Síðani 1948 hevur hendan framsýning Listafelagsins verið fastur táttur á ólavsøku.
 
Felagið heitti í vár á Hansinu Iversen, listakvinnu, um at standa fyri framsýningini. Hansina tók á seg uppgávuna og hevur sett saman eina fjølbroytta framsýning. Hon nýtir eisini høvið at heiðra okkara mæta listamann Ingálv av Reyni, sum hevði fylt hundrað í fjør, við úrvalsverkum og katalogi um listamannin. Hansina Iversen hevur biðið listafólkini Jóhan Martin Christiansen, Rannvá Kunoy, Julie Sass og listaummælaran Kinnu Poulsen skriva hvør sín tekst um Ingálv av Reyni til katalogið, sum eisini inniheldur verklista og er lutaseðil til vinning, sum Listafelag Føroya lutar vinnaranum 22. august. Upplýsingar um tað verða at síggja á heimasíðu Listafelagsins: listafelag.fo
 
Hansina Iversen og Jón Sonni Jensen hava staðið fyri at hanga framsýningina upp.

Málningurin Kompositión frá 2001 prýðir plakatina og katalogið, og málningurin verður at síggja á ólavsøkuframsýningini í ár. Svanna Højgaard Joensen hevur sniðgivið plakat og katalog.

Hansina Iversen greiðir frá málninginum Kompositión:

- Tá filmurin "Ingálvur - Ferðin inn í tað ókenda" varð vístur í Havnar Bio fyrr í ár, festi hesin stóri ljósi, ekspressivi málningurin seg í tilvitskuna, og eg fór beinanvegin at spyrja meg fyri um málningin, tí eg mátti síggja hann í veruleikanum. Og málningurin skuldi vera høvuðsverkið á ársins ólavsøkuframsýning. Tað gekk skjótt og væl at finna fram til málningin, sum Eyðun av Reyni eigur. Eyðun var so beinasamur at læna mær málningin til framsýningina"

Heitið á framsýningini "Grøn eru grá hús" er setningur tikin úr teksti hjá Karsteni Hoydal. Ingálvur av Reyni bað hann skriva ein katalogtekst til framsýning, tá málningarnir vóru broyttir nógv, og Ingálvur hevði funnið fram til sítt abstrakta, ekspressiva myndamál. Ingálvur av Reyni vónaði, at teksturin hjá Karsteni Hoydal kundi fyrireika áskoðararnar upp á tað, ið teir fóru at síggja á framsýningini.
  
Ólavsøkuframsýningin letur upp í Listasavni Føroya ólavsøkuaftan kl. 15 og er opin til kl. 20. Ólavsøkudag er opið frá kl. 11 til 20. Framsýningin heldur fram til 22. august.

Á framsýningini eru 6 verk eftir Ingálv av Reyni. Listasavnið hevur lænt okkum 3 av teimum. Hini eru lænt frá Julionnu Klett, Maluni Marnersdóttir og Eyðuni av Reyni.

Opið var fyri øll at senda verk inn til ólavsøkuframsýningina, og kurator hevur valt burturúr rúgvuni, og tað blivu til 119 verk tilsamans. Ongin umsøkjari er soldaður frá.

Tey luttakandi eru: Alma á Lava, Anja Finsdóttir, Anna Kathrina Højgaard, Anný Djurhuus Øssursdóttir, Dagmar L. Mouritsen, Ellis Katrine Mortensen, Filippa Zachariassen, Finleif Mortensen, Fríða Matras Brekku, Helena Dam, Herdis Sandberg Rasmussen, Hergeir á Mýruni, Jana Jonhardsdóttir, Jan Nystrøm, Jensina Olsen, Jessica Yvonna Arge Klevang, Jóhan Martin Christiansen, Julie Sass, Kirstin Helgadóttir, Lyon Hansen, Maibritt Marjunardóttir, Ole Wich, Ólavur S. T. Thorsteinsson, Paulina Winther, Rakel Helmsdal, Randi Samsonsen, Randi Sundberg Michelsen, S. T., Tordis Vang, Trina Gaard og Jón Sonni Jensen.

Tíðindaskriv frá Listafelag Føroya 

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 23. juli 2021

8 Leygardagur 24. juli 2021

Pride rullandi í bíbliubeltinum

Ístaðin fyri at ganga oman havnar gøtur, verður ársins Faroe Pride skipað sum rekkjukoyring

 
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

27. juli kl. 17 rullar árins Faroe Pride avstað – bókstaviliga! Faroe Pride, sum vit kenna hana, bleiv avlýst vegna koronu, men tað nýtist ikki at merkja, at slett ongin Pride skal vera í ár.

Tí var funnið uppá ráð og ístaðin fyri at ganga oman havnar gøtur, verður ársins Faroe Pride skipa sum ein rekkjukoyring. Nú undirsjóvartunnilin ger tað lætt og ómakaleyst at fara leiðina til Skálafjørðin, fer Faroe Pride fyri fyrstu fer úr Havnini og inn á Skálafjørðin.

Sostatt gerst Pride’in, sum ikki skuldi vera, nú til størsta Faroe Pride nakrantíð. Hetta er samstundis frálíkt høvi at hátíðarhalda 10 ára dagin hjá LGBT Føroyar.

Pride rekkjukoyring
Ársins Faroe Pride verður skipað við íblástri frá jólarekkjukoyringini, sum hevur verið vestri í vágum seinastu mongu árini. Eins og við tí rekkjukoyringini, verður lagt upp til, at fólk prýða bilarnar í besta Pride-stíli. Tað kann vera alt frá fløggum og ballónum til litføgur klistur og blómur. Tað er bara hugflogið, ið setir mørk!

Bilarnir hittast á Hjalla kl. 16.30 har seinasta hond verður løgd á at prýða bilarnar. Síðan verður rekkjan skipa sum vanligt, har eitt nú ungmannafeløgini koyra fremst og síðan restin av bilunum. Koyrt verður av Hjalla kl. 17 og so gongur leiðin gjøgnum Eysturoyartunnilin og upp á Strondum. Koyrt verður kring Skálafjørðin til Runavíkar og aftur gjøgnum Eysturoyartunnilin til Havnar. Tá gongur leiðin framvið úti á Gøtu, oman Løgmannabreyt, eftir Vegnum langa, oman Sundsveg, framvið Norðurlandahúsinum og eftir Marknagilsvegnum, yvir um brúnna til Argir, oman Traðargøtu og Støðlagøtu, framvið Eikini og Landssjúkrahúsinum, oman Jóanesar Patursonargøtu og steðga so eina lítla løtu í Steinatúni. Tá bilarnir koyra viðari úr Steinatúni umleið kl. 19 er Pride-rekkjukoyringin liðug.

Ein sendari verður við í rekkjukoyringini, so allir bilarnir og tey sum búgva í grannalagnum, har bilarnir koyra, kunnu lurta eftir rásini og hoyra góðan tónleik, prát og fylgja við, hvat annars hendir á túrinum. Kunna verður um, hvør kanal sent verður frá, á sjálva degnum.

Tey, sum ikki koma við at koyra, eru meira enn vælkomin at standa framvið vegnum og vinka, tá Pride-rekkjukoyringin koyrir framvið, og soleiðis gera tað enn meiri hugaligt at koyra við í Faroe Pride-rekkjukoyringini.

Flottasti bilur
Ongin rekkjukoyring uttan at hátíðarhalda flottasta bil. Tískil verður vinningur latin til flottast prýdda bil. So tað er at lata hugflogið flúgva og lata bilin vera so serstakan, litríkan og festligan sum gjørligt.

Pride, filmssýningar og After Party
Fólk í Havn kunnu longu byrja Pride’ina kl. 16, tá Faroe Islands International Minority Film Festival hevur eina Pride stuttfilmasýning í Perluni.

Eftir sýningina er klárt at stilla seg at vinka til rekkjukoyringina.

Dagurin endar við afterparty uttan fyri Sirkus har Joe and the Shitboys, Marius DC og Jasmin fara at spæla. Tiltakið er ókeypis. 


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 20. juli 2021

9 Leygardagur 24. juli 2021

LGBT og minniluta filmsfestivalur sleppa ikki í Havnar Bio

Havnar Bio hevur boðað frá, at tey ynskja at steðga øllum samstarvi við FIMFF. Tey vilja ikki setast í samband við hvørki LGBT Føroyar ella kvir-temaið, sum filmsfestivalurin hevur í ár

(Savnsmynd: Jens Kr. Vang)
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Týsdagin kunngjørdi LGBT Føroyar at Faroe Pride, hóast avlýsingar vegna koronu, í ár verður skipað sum rekkjukoyring úr Havnini og inn í Skálafjørðin. Í tí sambandi varð eisini kunngjørt ein sýning í Havnar Bio 27. juli kl. 19, har heimildarfilmurin, "Wonder Boy", skuldi vísast í sambandi við ársins Faroe Islands International Minority Film Festival (FIMFF). Afturat hesum filminum skuldi  FIMFF hava fleiri sýningar í Havnar Bio, mánadagin 26. juli.

Hetta verður tó av ongum, tí Havnar Bio boðaði mikudagin frá, at tey vilja steðga øllum samstarvi við FIMFF. Tey vilja ikki setast í samband við hvørki LGBT Føroyar ella kvir-temaið, sum FIMFF hevur í ár.

Hóast ymiskleikarnar hjá pørtunum eydnaðist tað í ár at fáa eitt samstarv í lag, men nú LGBT Føroyar lýsti við eini sýning í Havnar Bio, vil Havnar Bio ikki vera við meira, og tað harmast fyriskipararnir í Fimff sjalvandi um. 

Skipast av nýggjum
Spennandi Grammy-nomineraða navnið, COBRAH, sum skuldi spæla sín harða hyper-pop til Gender Bender-veitsluna leygardagin 24. juli í Reinsarínum, hevur verið noydd til at avlýsa sína konsert vegna korona. 

FIMFF-kjarnan arbeiðir nú uppá at flyta tær fimm sýningarnar, sum skuldu vera í Havnar Bio yvir í Perluna, har aðrir minnilutafilmar verða sýndir.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 21. juli 2021

10
Leygardagur 24. juli 2021

Ólavsøkan 2021 fyri (næstan) fullum snúningum

Við varðsemi ber til at halda tjóðarhátíðina

 
SkrivaÐ:

Blaðið Vikuskifti

Ongin ólavsøkukonsert, onki tivoli á Skálatrøð, ongin óviðkomandi sleppur við tingfólkum og prestum í kirkju, ongin midnáttarsangur og ongin pride. Heldur ongin fótbóltur í Gundadali, men tað er ikki orsaka av korona.

Annars líkist ólavsøkan 2021 sær sjálvandi, og alt er lagt upp til, at ólavsøkan kann haldast fyri fullum snúningum í ár.

Verður hugt eftir ólavsøkuskránni, sum Tórshavnar ítróttaráð hevur sett sman, so sæst, at nógv verður gjørt burturúr í ár.

Hóast ongin Tórspallur er í gl. kommunuskúlagarðinum í ár, so verður nógvur tónleikur. Pallurin eitur í ár ‘Ráðhústrappan’ ístaðin, og har er bara virksemi undan midnátt – ikki eftir.

Við staðiligum áheitanum um at ansa eftir, vísa varðsemi og halda frástøðu, verður skipað fyri ólavsøku í ár. Tilráðingarnar hjá Tórshavnar kommunu viðvíkjandi koronu kunnu lesast her

Fulla skráin fyri Ólavsøkuna er at síggja aftast í hesum blað, ella trýst her 

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 24. juli 2021

11
Leygardagur 24. juli 2021

Heimsins størsta smoltstøð framleiðir nú við fullari ferð

Smoltstøðin hjá Bakkafrosti á Strond kann framleiða 4.000 tons ella átta miljónir smolt á 500 gramm um árið

(Mynd: Jens Kr. Vang)
SkrivaÐ:

Leivur Hansen

Alifyritøkan Bakkafrost díkir á til tess at røkka máli sínum um at framleiða 20 miljónir smolt við eini miðalvekt upp á 500 gramm í 2022.

Við nýggju smoltstøðini á Strond, sum nú er endaliga avhendað, hevur størsta alifyritøkan í Føroyum tikið eitt risafet fram ímóti hesum máli.

Tað sigur Rúni Olsen, deildarleiðari fyri landaling á Bakkafrosti, við Blaðið Vikuskifti.

[object Object]

Størsta í heiminum
- Smoltstøðin, ið er tann størsta í heiminum, er eitt stórt íkast í royndum okkara at hækka støddina á smoltunum, staðfestir hann.

Smoltstøðin á Strond framleiðir longu nú stórar mongdir av smolti við høgari góðsku og miðalvekt. Støðin er bygd til at kunna framleiða 4.000 tons ella átta miljónir smolt á 500 gramm um árið.

- Og við útbyggingunum av smoltstøðunum á Norðtoftum og í Glyvradali, sum eisini eru í gongd, verður møguligt hjá okkum um tvey ár at framleiða 20 miljónir smolt við eini miðalvekt á 500 gramm, fegnast Rúni Olsen um.

Í fyrsta ársfjórðingi var miðalstøddin á útsetta smoltinum hjá Bakkfrosti 382 gramm og verður væntandi 400 gramm fyri alt árið 2021.

Samstundis væntar fyritøkan, at samlaða útsetingin av smolti í Føroyum í ár verður 14,5 miljónir smolt ímóti 14,3 miljónum í 2020, 12,7 miljónum í 2019 og 12,6 miljónum í 2018.

Byggja eisini út í Skotlandi
Bakkafrost ætlar somuleiðis at gera stórar íløgur í smoltstøðir í Skotlandi, har 11,0 miljónir smolt verða sett út í ár ímóti 10,4 miljónum í fjør, 12,4 miljónum í 2019 og 8,6 miljónum í 2018.

Talan er um at byggja tríggjar stórar smoltstøðir í Skotlandi, og harvið framleiða stór smolt eins og í Føroyum. Hetta fer at bøta munandi um alingina í Skotlandi um nøkur ár, vænta tey á Bakkafrosti.

Tann fyrsta av teimum trimum smoltstøðunum, Applecross, verður í løtuni víðkað og uppstigað munandi.

[object Object]

Koronu-farsóttin ongin forðing
Bakkafrost miðar eftir at taka 66.000 tons av laksi í kruvdari vekt í Føroyum í ár og 40.000 tons í Skotlandi. Sostatt verður samlaða tøkan í 2021 væntandi 106.000 tons av laksi í kruvdari vekt.

Stóru íløgurnar, ið eisini eru gjørdar seinastu árini í liðugvøruvirkið á Glyvrum, hava gjørt tey før fyri at tillaga framleiðsluna eftir marknaðinum á ein smidligan hátt - og hetta hevur verið ein stórur fyrimunur undir koronu-farsóttini, verður sagt av virkinum.

Virkið hevur megnað at greitt økta eftirspurningin eftir liðugvørum, sum hevur verið undir koronu-farsóttini.

[object Object]

Íløgur fyri 1,8 milliardir
Bakkafrost ætlar at gera íløgur, herundir viðlíkahaldsíløgur, í Føroyum fyri 1,8 miljardir krónur næstu árini, so árliga framleiðslan hjá fyritøkuni í Føroyum sum frálíður verður 100.000 tons í kruvdari vekt.

Aftrat hesum ætlar Bakkafrost at gera íløgur fyri umleið 350-400 miljónir krónur í Skotlandi um árið næstu fimm árini.

Smoltstøðin á Strond, sum er 29.000 rúmmetrar og 320 metrar long, hevur kostað útivið eina miljard krónur at byggja.

Byggifelagið Articon hevur staðið fyri arbeiðnum.

Fyritøkan AKVA hevur leverað RAS-skipanina, t.e. tangar og skipan til at endurvinna vatnið.

Sí stórt myndatema frá smoltstøðini við Strond á portal.fo

[object Object]

[object Object]

[object Object]

[object Object]

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 24. juli 2021

12
Leygardagur 24. juli 2021

765 børn í 1. flokk eftir summarfrítíðina - harav 40 í frískúla

Bert tveir næmingar eru skrivaðir inn í stásiliga nýggja skúlan við Streymin

Skúlin við Streymin (Savnsmynd)
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

Av teimum 765 børnunum, sum eru innskrivað at byrja í 1. flokki eftir summarfrítíðina, fara tey 725 at ganga í einum kommunalum fólkaskúla.

40 eru tilmeldað einum av teimum trimum frískúlunum í landinum.

17 børn eru meldað til fríðskúlan Kelduna í Skálafirði og Lítlaskúla í Havn, meðan undirtøkan er nakað minni í triðja frískúlanum, sum eitur Frískúlin í Tórshavn, men sum heldur til á Velbastað. Har byrja seks næmingar í 1. flokki í næsta mánaði.

Tann skúlin, sum tekur flest næmingar inn í 1. flokk er nýggi og stásiligi kommunuskúlin í Havn, Skúlin á Fløtum. Har eru 92 børn innskrivað at byrja í 1. flokki.

Skúlin á Skúlatrøð í Klaksvík tekur 74 børn í fyrsta flokk í ár, meðan Skúlin á Argjahamri, Santa Frans skúli í Havn og Runavíkar Skúli taka ávikavist 50, 48 og 47 næmingar inn.

Spildurnýggjur og flottur skúli – bert 2 næmingar í 1. flokki
Eitt tal, sum loypir í eyguni er, at stóri stásiligi skúlin hjá Sunda kommunu, Skúlin við Streymin bert hevur tvær innskrivingar til 1. flokk í ár.

Í Sunda kommunu er tað so, at innskúlingin er býtt upp í tríggjar skúlar. Sostatt eru 3 børn skrivað inn í Hósvíkar skúla og 9 í Hvalvíkar skúla.

Í Sunda kommunu er tað soleiðis, at allir næmingarnir verða savnaðir á Skúlanum við Streymin frá 4. flokki. Tá næmingarnir koma upp í framhaldsdeildina (8. flokk, -red.) koma næmingarnir í Eiðis kommunu eisini á Skúlan við Streymin.

Tølini fyri innskrivingarnar eru hesi. Tølini vórðu uppgjørd 1. februar í ár:


Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 24. juli 2021

13 Leygardagur 24. juli 2021

Drotningin óttaðist ongantíð korona á Føroyaferðini

- Hevði tað ikki verið hóskandi hjá mær at komi, høvdu avvarðandi myndugleikar sagt stopp

(Mynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

- Eg gangi út frá, at myndugleikarnir her vita hvat teir gera, tá tað kemur til koronastøðuna. Eg havi ongantíð kent meg ótrygga hesum viðvíkjandi á míni ferð runt um í Føroyum.

Soleiðis segði Margreta drotning, tá Portalurin spurdi hana, um hvussu hon hevur havt tað við vaksandi talinum av koronasmittuni undan ferðini til Føroya hesaferð. Drotningin helt tíðindafund í Tinganesi mánadagin undan fráferð til Danmarkar aftur eftir eina væleydnaða ferð í Føroyum.

- Nei, vit umhugsaðu ongantíð at avlýsa ferðina.

- Eg havi í langa tíð við spenningi sæð fram til hesa ferðina (fyrsta uttanlandsferðin hjá drottningini síðan koronafarsóttin byrjaði, -red.), og tað hevur ikki verið upp á tal at avlýsa ella gera broytingar.

- Eg havi havt álit á, at myndugleikarnir her hava vitað hvat tey gera. Og um tað var vandamikið hjá mær at koma, so høvdu tey óivað sagt stopp, segði drotningin.

Tíðindafundurin við drotningini á hennara síðsta degi í Føroyum á hesum sinni varð hildin í vesturstovu uttast á Tinganesi. Annars plaga tíðindafundirnir at verða hildnir í meira “heimligum” umstøðum fyri drotningina, umborð á kongaskipinum Dannebrog. 

[object Object]
(Mynd: Sverri Egholm)


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 19. juli 2021

14 Leygardagur 24. juli 2021

Ein merkir, at tað gongur betri í Føroyum

Margreta drotning ætlar sær at vitja aftur í Føroyum

(Mynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

- Tað er heilt týðuligt, at Føroyar eru eitt land í framdrift og eitt samfelag, sum koyrir í høgum snúningum. Vit kunnu ikki annað enn fegnast um, at tað gongur so væl her og at bjartskygni ræður hóast koronu.

Nakað soleiðis segði hennara hátign Margreta drotning á tíðindafundinum mánadagin, sum var endin á almennu skránni fyri vitjanina í Føroyum.

Tað eru fimm ár síðani drotningin vitjaði her seinast, og hon helt seg kunna merkja, at bjartskygni í Føroyum er størri nú, enn tað var seinast, hon vitjaði.

Upp á fyrispurningin um tað fara at ganga fimm ár til hon vitjar aftur, svaraði drotningin, at vónandi ger tað ikki tað.

Tað er ikki ætlanin, at tað skal leggjast so fast í skema.

Men hon hevur avgjørt vónir um at koma aftur, um lív og heilsa verður.

Donsk tíðindafólk vildu vita, um hon ikki kundi hugsa sær at vitja aftur saman við børnum og ommubørnum. Jú, tað vildi hon fegin, men tað er ikki so lætt, at fáa ferðaætlanirnar hjá øllum at hóska saman, so drotningin ivaðist í, um tað letur seg gera.

[object Object]

Upplivdi Føroyar “yvir land”
Tað er onki dulsmál, at drotningin ikki er so birg longur. Tað upplivdu tey, sum fylgdu henni, at beinini eru viknað, og at drotningin hevði tørv á at hvíla beinini við jøvnum millumbilum ella at hava okkurt at lena seg at.

- Vitjanin í Føroyum hevur verið eitt deiligt upplivilsi. Eg havi møtt nógvum spennandi fólkum og vitja fleiri áhugaverd støð, summi, sum eg kendi frá undanfarnum vitjanum, men eisini støð, sum eg ikki visti um frammanundan.

Sjálv helt drotningin, at tað var “vanvittig ærgerligt”, at kongaskipið Dannabrog settist aftur. Harvið fekk hon ikki ta føstu basuna, sum hon plagar at hava á slíkum ferðum. Men hetta gjørdi bara Føroyaferðina so mikið øðrvísi.

- Møguleikarnir at ferðast yvir land eru so nógvar ferðirnar betri nú, enn teir vórðu tá eg vitjaði her fyri fyrstu ferð sum 19 ára gomul. Men ja, eg eri mest von við at møga nýggjum støðum í Føroyum frá sjósíðuni. Soleiðis var tað ikki hesaferð, og tað var eitt áhugavert upplivilsi, segði drotningin.

Myndir: Sverri Egholm

[object Object]

[object Object]

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 19. juli 2021

15 Leygardagur 24. juli 2021

Listasavnið fekk óvæntaða vitjan

- Drotningin var ógvuliga áhugað í listini her og gekk gjøgnum alt savnið áðrenn hon fór víðari, fortelur stjórin á Listasavni Føroya

Margreta drotning helt hóskvøldið røðu framman fyri einum av listaverkunum, sum kunnu upplivast á Listasavni Føroya (Mynd: Listasavn Føroya)
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

Karina Lykke Grand, stjóri á Listasavni Føroya, fekk eina óvæntaða uppringing tá hon kom til arbeiðis á listasavninum í Gundadali mánamorgun.

Um hon hevði møguleika at taka ímóti hennara hátign Margretu drotning eina løtu um middagsleitið.

- Jú, sjálvandi høvdu tey stundir. Harvið fingu starvsfólkini á listasavninum og teir gestirnir, sum av tilvild vitjaðu savnið um middagsleitið eitt royalt upplivilsi.

Tað var eftir egnum ynski, at drotningin vildi sleppa at uppliva føroyska list áðrenn leiðin gekk vestur í Vágar og aftur til Keypmannahavnar.

Áhugað og vitandi
- Tað var ein ógvuliga áhugað og vitandi drotning, vit fingu á vitjan. Hon hugdi fyrst eftir fasta savninum um føroyska list, vitjaði síðan serframsýningina “Heimstaðurin” og at enda fór hon innum í “Bládýpið” hjá Tróndi Patursson.

- Hennara hátign tók sær veruliga tíð til at síggja alt, og spurdi ógvuliga áhugað og vitandi um tey einstøku listaverkini, greiðir Karina Lykke Grand frá.

Tað er kent, at drotningin er serliga listaáhugað, og at hon eigur eisini nógva føroyska list – bæði slíkt, hon hevur fingið sum gáva á vitjanum, men eisini list, ið hon sjálv hevur ognað sær. Og tað hanga verk eftir føroyskum listafólkum bæði umborð á Dannebrog og á Amalienborg.

- Vit royndu at vísa henni og greiða henni frá verkum, sum kanska kundu havt áhuga hjá drotningini. Eitt nú verkið hjá Astri Luihn, sum vit læntu út til Norðurlandahúsið í sambandi við galladøgurðan har á fyrsta kvøldinum á Føroyavitjanini. Tað er verkið, ið sæst aftanfyri á myndunum, ið vórðu tiknar í sambandi við, at drotningin helt sína røðu.

- Eisini royndi eg at greiða frá serliga listini hjá Sigrun Gunnarsdóttir eftirsum hon hevði fingið eitt listaverk frá júst henni á vitjanini hesaferð, sigur Karina Lykke Grand. 


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 19. juli 2021

16 Leygardagur 24. juli 2021

- Henda skipanin er óúthaldilig

Virkandi borgarstjórin heitir á Landsverk um at sløkkja ljósreguleringina gjøgnum tunnlarnar norð um Fjall. Men Landsverk letur ikki við seg koma

Atli Justinussen, virkandi borgarstjóri í Klaksvíkar kommunu (Savnsmynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

- Henda skipanin er ikki at halda út. Fólk, ið búgva norðan fyri fjall, skulu brúka nógvar ferðir meira tíð nú at koma aftur og fram til Klaksvíkar. Hetta ber ikki til.

Soleiðis sigur Atli Justinussen, varaborgarstjóri og í løtuni virkandi borgarstjóri í Klaksvíkar kommunu.

Mánamorgunin setti hann seg í samband við stjóran í Landsverki um at sløkkja ferðsluljósini aftur, sum eru sett upp við tunnilsmunnarnar norð um Fjall.

Men royndin miseydnaðist.

- Eg varð ikki hoyrdur. Mín áheitan varð blankt víst aftur frá stjóranum, sigur Atli Justinussen vónbrotin.

Bíða upp í 15 minuttir hvørja ferð
Trupulleikin er í fyrstu atløgu, at tað er so leingi at bíða. Bíðitíðin eftir at fáa grønt ljós við tunnilsmunnan er upp í 15 minuttir.

- Fyri okkum, sum koyra gjøgnum tunnlarnar 6 til 8 ferðir um dagin merkir tað, at vit koma at bíða í tímar við tunnilsmunnarnar. Sama við foreldrum, sum skulu koyra børn síni til frítíðartilboð í Klaksvík – tey missa hugin til at koyra ígjøgnum, tá bíðitíðin gerst so long, sigur virkandi borgarstjórin.

Sjálvur heldur Atli Justinussen, at skipanin, sum var áðrenn virkaði nógv betur. Tann skipanin var bert galdandi fyri stóru bilarnar, so at fleiri stórir bilar ikki fóru ígjøgnum í senn.

Nú verða bilarnir sendir ígjøgnum við fimtan minutta millumrúmi, og tað elvir til nýggjar trupulleikar og avbjóðingar.

[object Object]
(Mynd: Landsverk)

Trupulleiki fyri ferðslutrygdina eisini
Atli Justinussen heldur eitt nú, at hetta er ein stórur trupulleiki fyri ferðslutrygdina.

- Eg havi sjálvur upplivað ein bil, ið koyrdi framman fyri meg, seta ferðina upp tí hann far fremst í bíðirøðini, og drøna ígjøgnum tunnilin við nógv meira enn hundrað kilometra ferð, tí førarin var vitandi um, at ongin fór at koma ímóti honum. Um ferðin gjøgnum tunnilin hækkar, kann tað gerast ógvuliga vandamikið.

- Vit vita, at grót javnan rapar undan loftinum. Við hægri ferð, er vandin fyri harmonikasamanstoyti harvið nógvar ferðir størri. Og hvat um eldur kemur í ein bil, hvussu sleppa fólkini út – ja, spurningarnir eru nógvir, sigur Atli Justinussen.

Og so er tað eisini trupulleikin við vantandi telefonsambandi innast í tunnlinum, vísir hann á.

Aðrir myndugleikar uppí?
Atli Justinussen er ógvuliga harmur um, at vegamyndugleikin ikki vil lata við seg koma, tá hann sum umboð fyri Klaksvíkar kommunu vísir á, at skipanin er óúthaldilig fyri tey, sum hava brúk fyri tunnlunum.

- Tað kann vera, at hetta er gjørt fyri at ferðafólk og aðrir óroyndir bilførarar skulu kenna seg tryggari í trongu tunnlunum, men tað virkar bara ikki so. Og eg haldi eisini, at skipanin fyrst av øllum skal gerast so, at hon er brúkilig fyri fólkini, sum búgva norðan fyri Fjall og sum skulu brúka tunnlarnar hvønn dag og fleiri ferðir um dagin.

- Soleiðis virkar tað ikki nú, sigur Atli Justinussen, sum nú grunar um, hvat víðari kann gerast um Landsverk ikki vil lurta eftir kommununi.

- Ja, so mugu vit helst fara longur upp í politisku skipanina og royna at gera okkara ávirkan galdandi.

Tað var hósdagin 15. juli, at ljósreguleringin varð sett upp við tunnilsmunnarnar á Borðoynni, men Landsverk upplýsti eisini longu tá, at skipanin ikki virkar fult sum ætlað enn.

Heimasíðan skrivaði soleiðis: “Ljósskipanin er sett soleiðis upp, at bilførarar koma at bíða í mesta lagið 15 minuttir. Um gott tríggjar vikur, verður ein meiri snildari skipan sett í verk, har følarir vera settur á vegin og ferðslan kann koyra enn betri. Landsverk heitir á bilførarar, um at vísa varsemi og yvirhalda ferðsluljósini, so ferðslan kann koyra væl ígjøgnum tunlarnar”.

[object Object]
(Savnsmynd: Pól Sundskarð)


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 19. juli 2021

17 Leygardagur 24. juli 2021

Virkandi borgarstjórin við áheitan til Strandferðsluna um at skipa samferðsluna betri

Kunning um broytingar skulu koma í góðari tíð, og arbeiðið skal verða lagt betur til rættis, vísir Atli Justinussen á í lesarabrævi, sum serliga snýr seg um samferðsluna í Kalsoynna og Svínoynna

Sam var til kassing í mai og í juni og tískil røkti Erla Kongsdóttir leiðina um Kalsoyarfjørð (Mynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

- Tað burdi ikki verið neyðugt at fortalt fólki, hvørs dagliga yrki er í Suðuroynni, at skipini eru lívsæðrin hjá teimum sum búgva á útoyggj.

Virkandi borgarstjórin í Klaksvíkar kommunu er ikki nøgdur. Atli Justinussen hevur í vikuni verið úti við rívuni eftir Landsverk, tí ferðsluviðurskiftini í tunnlunum Norður um Fjall als ikki eru nøktandi, serliga orsakað av bíðitíðini við ferðsluljósinum.

Í lesarabrævi í dag kemur árnfirðingurin við atfinningum mótvegis Strandferðsluni við serligum atliti at samferðsluni í Kalsoynna og Svínoynna, sum seinastu tíðina hevur verið ávirkað av broytingum. Millum annað hevur Erla Kongsdóttir røkt siglinga í Kalsoynna fyri Sam, og hetta hevði við sær, at bilar so at siga ikki sluppu til oynna í eina tíð.

Kunning um brotyingar skulu koma í góðari tíð, og arbeiðið skal verða lagt betur til rættis -  bæði tá ið skip verða tikin úr sigling og tá ið smærri tillagingar eru. Hetta vísir Atli Justinussen á í dag. 

- Arbeiðið má verða meiri langsiktað. Tað kann ikki koma óvart á leiðsluna í SSL, hvørja ferð eitt skip skal til klassing. Tað eru heilt greiðar reglur um slíkt, so tað vita tit fleiri ár fram í tíðina.

[object Object]
Ritan (Mynd: Pól Sundskarð)

Maðurin, ið varð valdur inn við flest atkvøðum á fólkaflokslistanum í fjør, skrivar eisini, at tað kann ikki vera soleiðis, at fólk á útoyggj fáa trupulleikar, hvørjaferð onkur broyting er - kunningin kann ikki koma, so stutt frammanundan at broytingarnar verða settar í verk, sigur hann.

Tið síðst í lesarabrævinum kemur Atli Justinussen. við áheitan á landsins mynduleikar um at koma við einari útmelding um, hvørjar framtíðarætlanir eru um ferðasambandið út til Svínoynna og Kalsoynna, tí bæði Ritan og Sam eru gomul skip, frá ávíkavist 1971 og 1975, og Og tey blíva bara dýrari at reka fyri hvønn túr.

[object Object]
Atli Justinussen heldur als ikki at tað er nøktandi, at kunning kemur so seint um broytingar á leiðunum til útoyggjarnar (Mynd: Sverri Egholm)

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 22. juli 2021

18 Leygardagur 24. juli 2021

Atlantsflog gevst at flúgva til Edinburgh

Alt Stórabretland nú vorðið reytt á koronakortinum

 
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

Atlantsflog hevur støðga flúgvingini millum Vágar og skotska høvuðsstaðin Edinburgh.

Flogfelagið hevur boðað ferðafólkum, sum hava keypt ferðaseðil frá, at felagið gevst við flúgvingini aftur, og at seinasti túrur varð gjørdur hósdagin.

Orsøkin er koronastøðan.

Farna vikuskiftið boðaði danska uttanríkisráðið frá, at alt Stórabretland nú er reytt, og tað merkir, at bert ferðafólk við viðurkenningarverdum endamáli kunnu ferðast, og tað verður eisini kravt av teimum, at tey fara í heimauppihald, upplýsir Jóhanna á Bergi, stjóri í Atlantsflog fyri útvarpinum hjá Kringvarpi Føroya.

Flogferðirnar til Skotlands byrjaðu aftur fyrst í juli mánaði.

Atlantsflog vónar, at koronastøðan er so mikið batnað til í heyst, at flogferðirnar kunnu takast uppaftur í oktober, sigur stjórin við útvarpið.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 20. juli 2021

19 Leygardagur 24. juli 2021

Halda fram at kanna við markið

80 prosent av føroyingum skulu vera koppsett áðrenn tað ber til at gevast við kanningunum við markið, sigur Michael Boolsen, fúti. Koppsett smitta eisini, og tí skulu tey eisini kannast

(Savnsmynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Fyribils verður hildið fram til 31. august at kanna øll, sum koma inn til landið. Fyri einum mánað síðani varð boðað frá, at kanningarnar við markið steðgaðu 1. august, men Farsóttarnevndin hevur í vikuni tikið avgerð um at leingja tíðarskeiðið við einum mánað, til 31. august.

Orsøkin er millum annað at smittutalið nú er hægri enn tað var fyri einum mánað síðani. Átta til tíggju tilburðir um dagin, og umleið helvtin kemur frá útlandinum, segði Michael Boolsen, fúti, við útvarpið í hóskvøldið.

Ein onnur orsøk er, at tað ikki gongur so skjótt við koppsetingini sum ætlað.

- Vit høvdu vónað at klára floksimmunitet 1. august, men tað hava vit so ikki klárað enn. Vit vænta, at fleiri eru koppsett 31. august, men eisini at færri fólk ferðast tá enn í løtuni.

Hann sigur, at í minsta lagi 80 prosent av fólkinum skulu vera koppsett áðrenn koronukanningarnar við markið steðga.

Eisini fólk sum eru liðugt koppsett skulu kannast við markið.

- Liðugt koppsett blíva smittað og smitta eisini víðari hóast tað er í minni mun, sigur Michael Boolsen, fúti við útvarpið.


Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 23. juli 2021

20 Leygardagur 24. juli 2021

Hagstovan: Prísirnir í miðal øktir 3,1 prosent

Brúkaraprísirnir annan ársfjórðing í ár vísa, at í miðal eru prísirnir øktir bæði í mun til fyrsta ársfjórðing í ár og sama ársfjórðing í fjør

Prísurin á klædnavørum og fótbúnaði er nærum óbroyttur seinasta árið (Savnsmynd: Hagstovan)
SkrivaÐ:

Alda Nielsdóttir

Brúkaraprísirnir annan ársfjórðing í ár vísa, at í miðal eru prísirnir øktir bæði í mun til fyrsta ársfjórðing í ár og sama ársfjórðing í fjør. Samanborið við fyrsta ársfjórðing í ár er brúkaraprístalið økt 1,1 prosent, og í mun til sama ársfjórðing í fjør eru brúkaraprísirnir í miðal øktir 3,1 prosent, skrivar Hagstovan.

Yvirskipað er hetta talið sett saman av 12 vøru- og tænastubólkum, og tað er ymiskt, hvussu stóra ávirkan vørurnar og tænasturnar hava á brúkaraprístalið. Býtið av nýtsluni hjá brúkaranum er avgerandi fyri, hvussu nógv vørurnar og tænasturnar ávirka prístalið.

Í mun til árligu broytingina í umleið trý ár innan korona rakti, hevur árliga broytingin í brúkaraprístalinum í Føroyum og aðrastaðni í Evropa hesa fyrstu tíðina við koronu ligið á lægri stigi, men seinastu tvær uppgerðirnar vísa nú aftur lutfalsliga stóran samlaðan prísvøkstur.

Seinasta árið eru prísirnir innan vøru- og tænastubólkarnar "Hotel og matveitarar" og "Útbúgving" minkaðir, meðan prísir á "Klædnavørur og fótbúnaðar" eru nærum óbroyttir. Í øðrum bólkum er talan tó um eina øking seinasta árið. Tað er prísir innan "Býli" og "Flutningur" sum eru øktir mest.

Brúkaraprístalið fyri 2. ársfjórðing í ár er 124,6, sum er 1,1 prosent hægri enn brúkaraprístalið fyri 1. ársfjórðing í ár og 3,1 prosent hægri í mun til 2. ársfjórðing í 2020.

Høvuðsorsøkin til minni vøkstur í samlaða brúkaraprístalinum fyrstu tíðina eftir at korona gjørdi um seg, var lutfalsliga stóra fallið í altjóða oljuprísinum. Samstundis er lutfalsliga stóri prísvøksturin á brenniolju frá seinastu uppgerðini ein av høvuðsorsøkunum til tann samlaða vøksturin í prístalinum. Ein onnur høvuðsorsøk til samlaða prísvøksturin er lutfalsliga stórur vøkstur í prísi á bilum, sum í miðal eru øktir 12 prosent seinasta árið, skrivar Hagstovan.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 17. juli 2021

21 Leygardagur 24. juli 2021

Hagstovan: Útfluttu fyri 8,2 milliardir krónur seinasta árið

Samlaði føroyski vøruútflutningurin minakði 13 prosent tíðarskeiðið juni 2020 til mai 2021

(Savnsmynd: Hagstovan)
SkrivaÐ:

Alda Nielsdóttir

Samlaði føroyski vøruútflutningurin minkaði 1,2 milliardir krónur tíðarskeiðið frá juni í 2020 til mai í 2021 samanborið við undanfarna 12-mánaðarskeið. Tað svarar til eina minking á 13 prosent, skrivar Hagstovan.

Tað er minni útflutt í flestøllum vørubólkum. Útflutningurin av fiskavørum minkaði eina milliard krónur, sum svarar til eina minking á 12 prosent

Laksaútflutningurin minkaði 349 mió. krónur, ella níggju prosent, hóast nøgdin var næstan tann sama, ella eitt prosent størri.

Útflutningurin av toski er minkaður 25 prosent í virði og nøgdin er minkað 27 prosent.

Útflutningurin av slógvi og fiskaúrdráttum er minkaður nógv. Virðið er minkað niður í helvt, og er nøgdin minkað 73 prosent.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 18. juli 2021

22 Leygardagur 24. juli 2021

Hetta dýrkar og seinkar okkum

Sandoyartunnilin kann dýrka og verða seinkaður av forboðnum hjá Tórshavnar kommunu

Teitur Samuelsen, stjóri í Sandoyartunlinum (Savnsmynd: Ólavur Frederiksen / Faroephoto)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Tað kann dýrka og seinka Sandoyartunlinum nógv, um forboðið hjá Tórshavnar kommunu um, at lastbilar yvir 26 tons ikki skulu koyra á Velbastaðvegnum um náttina.

Teitur Samuelsen, stjóri í Sandoyartunlinum, sigur við útvarpið, at tað enn er ov tíðliga at siga, júst hvørjar avleiðingarnar vera, men talan er um stórar upphæddir.

- Hendan verkætlanin kostar millum hálva og eina millión um samdøgrið, og nú fáa vit bara arbeitt helvtina ella ein triðing av tí tíðini, sigur Teitur Samuelsen.

- Har koma nógvar leveransur um náttina. Eitt nú betong, asfalt og annað til vegagerðina, upplýsir hann.

Stjórin í tunnilsfelagnum fær kortini ikki gjørt so nógv við hetta.

- Vit boða eigarunum landsstýrinum frá hesum, og so mugu vit taka tað har frá. Vit hava ikki aðrar møguleikar.

Sandoyartunnilin skal eftir ætlan vera liðugur í 2023.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 20. juli 2021

23 Leygardagur 24. juli 2021

Vatnorkuverkið í Botni 100 ár

18. juli 1921 var hátíðardagur í Vági, sum á manna munni varð nevndur ljósfest

 
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

18. juli eru 100 ár síðani Føroya fyrsta vatnorkuverk, verkið í Botni í Vági varð innvígað og tikið í nýtslu.

Við tí fekk Vágs bygd elorku til húsarhald og vinnulív, og hetta hevði ovurstórar broytingar og stóra framgongd við sær.

Verkið í Botni er seinni útbygt og er framvegis virkið. Tað hevur verið virkið øll 100 árini.

Ljósfest
18. juli 1921 var hátíðardagur í Vági, sum á manna munni varð nevndur ljósfest. Ætlanin var hátíðarhalda 100 ára dagin við ljósfest í Vági við forvitnisligum tiltøkum og áhugaverdum tiltøkum, sum Vágs Kommuna stóð á odda fyri, men vegna koronufarsóttina er ljósfestin fyribils útsett til í heyst.

Gamla turbinuhøllin í Botni er í dag karmur um áhugavert savn, sum fólk fara at kunna vitja, tá koronutiltøkini loyva tí.

Elverkið og spanska sjúka
At ein alheimsfarsótt ávirkar verkið í Botni er sum so ikki nýtt. Í 1922, tá spanska sjúka herjaði, vóru eisini farsóttartiltøk sett í verk, og Botnur var sperraður. Hetta fyri at sjúkan ikki skuldi raka fólkið á verkinum og harvið ávirka elveitingina til Vágs bygd. Familjurnar, sum búðu í Botni, sluppu ikki til Vágs, og vágbingar sluppu ikki í Botn.

Við vøru, sum skuldi í Botn var tað skipað soleiðis, at teir á Gørðunum bóru vøruna niðan um garðarnar, løgdu hana har, meðan fólk úr Botni gingu oman fyri vøruna, og tá ið menninir vóru farnir omanaftur til Vágs, fóru menn úr Botni eftir vøruni og bóru hana oman í Botn.

Vegur var ikki til Botns tey fyrstu 40 árini.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 18. juli 2021

24 Leygardagur 24. juli 2021

SEV: Nú er høgligari at løða sær bilin

Tvær nýggjar løðistøðir eru settar upp og til reiðar at nýta á Skálatrøð í Havn, og har ber nú til at løða átta bilar samstundis – arbeitt verður eisini við at seta aðrar nýggjar løðistøðir upp kring landið

(Mynd: SEV)
SkrivaÐ:

Alda Nielsdóttir

Tvær nýggjar løðistøðir eru settar upp á Skálatrøð í Havn. Onnur løðistøðin er ein 150 kW skjótløðistøð av slagnum Alpitronic Hypercharger, ið løðir tríggjar ferðir so skjótt sum verandi 50kW DC-skjótløðistøðir. Harafturat er ein nýggj AC-løðistøð sett upp, og tískil ber nú til at løða átta bilar samstundis á Skálatrøð – fimm við AC og tríggjar við DC.

Tað skrivar SEV á heimasíðuni.

Á nýggju Alpitronic løðistøðini ber til hjá tveimum bilum at løða samstundis við DC stikki – ein møguleiki, sum ikki er á gomlu skjótløðistøðunum.

– Talið á elbilum í Føroyum er økt nógv í seinastuni, og av tí sama er eftirspurningurin á skjótløðistøðum eisini hækkaður. Fleiri av teimum nýggjaru elbilunum kunnu løða við upp í móti 100kW, og onkrir enntá meira enn tað. Við nýggju støðini er løðitíðin stytt munandi.

– Møguleikarnir hjá elbilaeigarum at løða bilin á ferð kring landið verða nú eisini munandi betri, tí arbeitt verður fram í móti at seta eina 150kW DC-skjótløðistøð umframt ein AC-løðara upp við Effo støðina í Skálafirði eisini. Gongur eftir ætlan, verður hon tøk seinni í ár. Harnæst koma 150 kW skjótløðistøðir og AC-løðarar ávikavist við Magn støðina í Gøtudali og við Effo støðina í Kollfjarðardali. Tó hevur ikki eydnast at fáa byggiloyvi í Kollfjarðardali, og tí er óvist, nær tann løðistøðin verður sett upp, skrivar SEV.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 17. juli 2021

25 Leygardagur 24. juli 2021

Skúlin og eldrasambýlið í Leirvík fáa nú grøna upphitingarskipan

Skipanin kemur at hava framkomna tøkni, sum lagar nýtsluna eftir, nær framleiðslan er mest grøn. Royndirnar frá verkætlanini verða virðismiklar í útbyggingini av framtíðar el- og upphitingarskipanum. Sáttmálin varð undirskrivaður í vikuni, og hitaskipanin verðir eftir ætlan klár at taka í nýtslu í juni 2022.

 
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Skúlin og eldrasambýlið í Leirvík fáa nú eina grøna intelligenta upphitingarskipan. Skipanin kemur at hava framkomna tøkni, sum lagar nýtsluna eftir, nær framleiðslan er mest grøn. Royndirnar frá verkætlanini verða virðismiklar í útbyggingini av framtíðar el- og upphitingarskipanum.

Týsdagin varð sáttmálin um upphitingarskipanina undirskrivaður. Verkætlanin um grøna hitaskipan í Leirvik er úrslit av kapping, sum Umhvørvisstovan skipaði fyri í 2020 vegna norðurlendska samstarvsráðharran, Kaj Leo Holm Johannesen. Føroyar vóru tá partur av formansskapinum í Norðurlendska Ráðharraráðnum saman við Danmark og Grønlandi.

Formansskapurin hevði við sær, at fígging bleiv sett av til eina serliga formansskapsverkætlan í hvørjum landi. Endamálið við føroysku verkætlanini er at finna mátar at gagnnýta vind- og vatnorku betur. Hetta so at fjarskotin øki, sum ikki hava atgongd til stóra streymkervið á evropeiska meginlandinum, kunnu nýta orkuna, tey sjálvi framleiða, so væl og burðardygt sum gjørligt.


[object Object]
Fyritøkan Demich vann kappingina, og tey hava nýtt seinasta hálva árið at laga verkætlanina til ynskini og krøvini hjá nýggja býráðnum í Eysturkommunu. Rói Kallsø, forstjóri í Demich, saman við borgarstjóranum, Per Martin Gregersen 

Grøn orka - Intelligent elnýtsla
Hitaskipanin verður í mestan mun rikin við grønari elorku. Umframt jarðhitapumpu, fleiri 400 metra djúp borihol og fjarhitaleiðing er eisini ein stórur vatntangi partur av hitaskipanini, har hitaorka skal goymast. Hitaskipanin skal hita skúlan og eldra¬sambýlið í Leirvík, sum í løtuni hava oljufýr og brúka 70.000 litrar av olju um árið.

SEV luttekur í verkætlanini við at menna eina stýriskipan, ið skal tryggja, at hitaskipanin í so stóran mun sum gjørligt gagnnýtir grønu elorkuna, sum vindmyllur og vatnorka framleiða. Tá framleiðslan úr vindorku um stutta tíð fer at vaksa nógv, verða ofta tíðarskeið, har væl meiri grøn elorka verður framleidd, enn brúk er fyri. Hesa orku skal hitaskipanin í Leirvík í mest møguligan mun brúka. Stýriskipanin er sokallað “smart-grid”. Hetta merkir, at skipanin syrgir fyri, at nógv elorka verður brúkt, tá ið yvirskot er av vind- og vatnorku, og at lítið av elorku verður brúkt, tá elframleiðslan er úr tungolju.

[object Object]

Royndirnar frá verkætlanini verða virðismiklar í útbyggingini av framtíðar elskipanini og upphitingarskipanini í Føroyum og í øðrum líknandi økjum.

20. juli skrivaðu Per Martin Gregersen, borgarstjóri í Eysturkommunu, og Rói Kalsø, stjóri í Demich, undir sáttmálan. Væntandi verður hitaskipanin klár at taka í nýtslu í juni 2022.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 20. juli 2021

26 Leygardagur 24. juli 2021

Leiðari fyri frítíðarundirvísingina í Sunda kommunu settur

Thordis Dahl Hansen verður sett sum leiðari frá 1. august – hon er útbúgvin lærari og skúlabókavørður, og fer hon at røkja starvið við síðurnar av sínum dagliga yrki sum lærari á Skúlanum við Streymin

(Mynd: Sunda kommuna)
SkrivaÐ:

Alda Nielsdóttir

Landsstýrismaðurin við mentamálum, Jenis av Rana, hevur góðkent at Thordis Dahl Hansen, verður sett sum leiðari fyri frítíðarundirvísingina í Sunda kommunu. Tað skrivar kommunan á heimasíðuna.

Á býráðsfundi 31. mai samtykti býráðið í Sunda kommunu at fylgja tilmælinum frá setanarbólkinum og heita á Uttanríkis- og mentamálaráðið um at góðkenna setan av Thordis Dahl Hansen sum leiðara fyri frítíðarundirvísingina.

Thordis er útbúgvin lærari og skúlabókavørður. Starvið sum leiðari fyri frítíðarundirvísingina er parttíðarstarv, og fer Thordis at røkja starvið við síðurnar av sínum dagliga yrki sum lærari á Skúlanum við Streymin.

Aðaluppgávan hjá leiðarinum er at tryggja at kvøldskúlatilboðið í kommununi mennist, og at lærugreinirnar eru fjølbroyttar og áhugaverdar fyri bæði kyn og allar aldursbólkar, skrivar kommunan.

Thordis verður formliga sett frá 1. august, men hon er longu farin í gongd við at gera skránna og finna undirvísarar til skeiðini. Ætlanin er, at skráin verður liðug um mánaðarskiftið august/september. Tá skráin er liðug verður hon løgd á heimasíðuna hjá kommununi, og faldari verður borin til øll húski í kommununi.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 23. juli 2021

27 Leygardagur 24. juli 2021

Innflutningurin 8,3 milliardir seinasta árið

Innflutningurin í tíðarskeiðnum juni 2020 til mai 2021 var áleið tað sama sum undanfarna 12-mánaðarskeið, sambært Hagstovuni

(Savnsmynd: Ólavur Frederiksen)
SkrivaÐ:

Alda Nielsdóttir

Í tíðarskeiðnum juni 2020 til mai 2021 var føroyski innflutningurin 8,3 mia. krónur, sum er áleið tað sama sum undanfarna 12-mánaðarskeið, ella ein vøkstur á eitt prosent.

Um hugt verður at innflutninginum uttan skip og flogfør, hava vit í áðurnevnda tíðarskeiðnum innflutt fyri góðar 370 mió. krónur meira samanborið við undanfarna 12-mánaðarskeið, skrivar Hagstovan.

Størsti vøksturin var í nýtslubólkinum "til beinleiðis nýtslu". Har er vøksturin 240 mió. krónur ella 14 prosent samanborið við undanfarna 12-mánaðarskeið.

Innflutningurin av skipum og flogførum minkaði 447 milliónir krónur ella 66 prosent. Um skip og flogfør ikki verða tald við, var størsta minkingin í bólkinum "brennievni o.t.". Har var minkingin 8,6 prosent ella 94,3 milliónir krónur.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 18. juli 2021

28 Leygardagur 24. juli 2021

Eivin skal koyra skúlabørnini

Fyrrverandi borgarstjórin í Sørvági hevur gjørt avtalu við kommununa um at koyra skúlabørnini

Eyð Ellingsgaard, borgarstjóri, hevur skrivað sáttmála við fyrrverandi borgarstjóra í kommununi um skúlabarnakoyring. Til høgru Sunrid Rasmussen, kommunuskrivari (Mynd: Sørvágs kommuna)
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

Sørvágs kommuna hevur gjørt sáttmála við Eivin H. Jacobsen um at koyra skúlabørnini í Bø og Gásadali til Sørvágs í skúla.

Eivin kemur sostatt at avloysa Frank Davidsen, sum herfyri gavst við hesi uppgávuni, sum hann hevur røkt seinastu 13 árini.

Nýggja avtalan millum Sørvágs kommunu og Eivin H. Jacobsen er galdandi í fimm ár. Koyringin umfatar eisini børnini sum ganga á Pallinum í Sørvágs skúla. Pallurin er ein serstova fyri børn við serligum avbjóðingum úr allari oynni.

Eivin H. Jacobsen var borgarstjóri í Sørvági árini 2001 til og við 2004. 

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 21. juli 2021

29 Leygardagur 24. juli 2021

Sigurd fekk upprunakort frá borgarstjóranum

Sigurd Leivsson Lamhauge gjørdi eitt stórt bragd, tá hann rann og svam alla leiðina úr Akrabergi norð í Enniberg í 1985 – øll rutan var “prikkað” inn á eitt stórt kort, sum borgarstjórin í Tórshavnar kommunu, ið tá var ÍSF-forseti, hevur havt øll hesi 36 árini

 
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Heðin Mortensen, borgarstjóri, minnist, at hann sum forseti í ÍSF ein dagin í 1985 varð uppringdur av einum ungum “drongi”, sum hevði eina ætlan, sum var so loynilig, at hann mátti fáa ein fund við hann undir fýra eygum.

Teir báðir endaðu saman til ein drekkamunn á Hafnia. Har varð ætlanin avdúkað um at renna og svimja alla leiðina úr Akrabyrgi á Enniberg.

ÍSF-forsetin var sera hugtikin, og nýggjur fundur varð avtalaður, har nøkur aftrat luttóku. Telda var eingin, men á hesum fundinum varð øll rutan “prikkað” inn á eitt stórt kort, alt eftir góðum ráðum um sjóvarfall, frástøðu o.a.

Ætlanin varð gjøgnumførd í august 1985, beint eftir ólavsøku. Sigurd Leivsson Lamhauge gjørdi eitt stórt bragd, tá hann rann og svam alla leiðina úr Akrabergi norð í Enniberg.

Sigurd er í dag stjóri á Landsverk.

Tað heilt sjáldsama var, at uttan at Sigurd visti av, so hevur sjálvt kortið øll hesi 36 árini verið í varðveitslu hjá fyrrverandi ÍSF-forsetanum, sum nú gjørdi av at handa Sigurdi kortið.

Sigurd var sera fegin um kortið. Í skemti gjørdi hann beinanvegin vart við, undir hugnaligum práti afturvið einum drekkamunni seinnapartin hósdagin, at svimjiruturnar á kortinum stórt sæð samsvaraðu við staðsetingarnar av dagsins undirsjóvartunlum.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 23. juli 2021

30 Leygardagur 24. juli 2021

Rudda Føroyar setir sjóneykuna á dálking av sigarettstubbum

Rudda Føroyar arbeiðir í løtuni við nýggjum átaki, sum skal minka um dálkingina av sigarettstubbum í býi og náttúru

(Mynd: Visualhunt)
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Felagsskapurin Rudda Føroyar hevur síðan 2017 samskipað altjóða ruddingardagin vegna Føroyar í september á hvørjum ári, og hesi árini hevur felagsskapurin savnað fólkið um at rudda heili 65 tons av burturkasti upp úr náttúruni.

Rudda Føroyar arbeiðir í løtuni við nýggjum átaki, sum skal minka um dálkingina av sigarettstubbum í býi og náttúru. Kanningar vísa, at í heimshøpi verða 4,5 trilliónir sigarettstubbar tveittir í náttúruna - tað eru so stórar mongdir, at tað er ovast á listanum yvir teimum 10 ymisku sløgunum av burturkasti, sum verða mest tveitt í náttúruna.

Eisini í Føroyum liggja sigarettstubbar í túsundavís í náttúruni og á vegunum. Hetta vil Rudda Føroyar broyta. Átakið snýr seg um at økja um vitanina og tilvitanina um, hvussu dálkandi sigarettstubbar eru. Hetta verður gjørt við eini kunnandi lýsingaherferð og við at seta gjøgnumskygd stubbarør upp ymsastaðni í Havnini í summar.

- Sigarettstubbar eru sera dálkandi fyri umhvørvið. Tað, sum nógv ikki vita, er, at filtrið á eini sigarett m.a. er gjørt úr plasti, so tá stubbin endar í t.d. haganum, verður hann til mikroplast. Harafturat tekur tað umleið 15 ár, áðrenn ein stubbi er niðurbrotin, sigur Sigrún Mohr, forkvinna í Rudda Føroyar.

Rudda Føroyar vónar við hesum átaki at fremja eina hugburðsbroyting hjá fólki. Í fyrstu atløgu fer átakið fram í Tórshavnar kommunu. Rudda Føroyar fekk í mai mánaði umhvørvisstuðul frá Tórshavnar kommunu til átakið.

Frá viku 30 og nakrar vikur fram verða stór, gjøgnumskygd stubbarør at síggja ymsastaðni í Havnini fyri at fáa fólk at hugsa um, hvar tey tveita sigarettstubban.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 21. juli 2021

31 Leygardagur 24. juli 2021

1,1 millión latin í útoyggjastuðli

Hesi 32 fingu stuðul til útoyggjamenning í ár

Bakkalon í Hattarvík (Mynd: Umhvørvis- og vinnumálaráðið)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

32 umsóknir hava fingið játtað stuðul til útoyggjamenning í ár. Tá freistin at søkja um stuðul var farin í vár, hevði Umhvørvis- og vinnumálaráðið fingið 44 umsóknir um stuðul til útoyggjamenning fyri 5,8 milliónir krónur. Í fjør komu 31 umsóknir fyri 4,2 milliónir krónur.

Útoyggjastuðulin í ár er 1,1 milliónir krónur. Umsóknirnar vórðu soleiðis býttar:

9 umsóknir vóru til verkætlanir í Fugloy, 11 til verkætlanir í Svínoy, 10 í Kalsoy, 2 í Hesti, 1 í Skúvoy, 1 í Stóru Dímun og 8 til verkætlanir í Mykinesi. Harumframt var ein umsókn frá Útoyggjafelagnum til rakstrarstuðul, ein umsókn fevndi um fleiri útoyggjar og ein fall uttanfyri endamálið.

Tríggjar av umsóknunum eru frá kommunum.

Hesar verkætlanir hava fingið stuðul:

  • Úttoyggjafelagið 260.000 krónur.
  • Umvæling av flettingarhøli í Hattarvík – framhald 25.000
  • Umvæling av vegginum "á Vegginum" á Kirkju – framhald 25.000
  • Umbygging av neysti niðri á bakkanum í Hattarvík 20.000
  • Bakkalon í Hattarvík – framhald 30.000
  • Vakstrarhús til grønmeti og urtir í Hattarvík – framhald 50.000
  • Kerlon – byggja tvey neyst upp aftur í Hattarvík framhald 15.000
  • Listabýli og filmsverkstaður í Hattarvík 20.000
  • Myndir og staðarnøvn á útoyggj – framhald 10.000
  • Kafe/køkur og matarhøli v.m. Garðurin á Stórheygnum í Svínoy – framhald 20.000
  • Felagið Bjarnafossur, bátasavn í Svínoy – framhald 30.000
  • Tróndarstova, orku- og aquaponics vakstrarhús í Svínoy – framhald 25.000
  • Sláturhølið í Svínoy – framhald 25.000
  • Umvæling av svimjihylinum í Svínoy 45.000
  • Neystagrundirnar yviri við Eiðið í Svínoy – framhald 45.000
  • Flettingarrúm – Hoyskorgarður 25.000
  • Ístandsetan av bygdarhúsinum á Húsum - framhald 25.000
  • Fjósið á Blankskálagarði á Syðradali K, framhald 50.000
  • Kaffihús í Mikladali – framhald 25.000
  • Móttøka, slátur og virðisøking av slátri, Mikladali – framhald 25.000
  • Broyta gamalt neytafjós til nýmótans seyða- og sláturhús á Trøllanesi – framhald 25.000
  • Endurreisa gróthús á Syðradali K. 10.000
  • Fjós og sláturhús í Mykinesi, Eyðansstovugarður – framhald 30.000
  • Liðugtgerð av tveimum úthúsum til yvirnátting í Mykinesi 25.000
  • Úthús til matgerð/sláturhús í Mykinesi 25.000
  • Verja og umvæling av minnisvarðanum í Mykinesi 25.000
  • Fríðkan av og storytelling í kaféini/matstovuni The Local í Mykinesi 25.000
  • Menning av grønmetisframleiðslu í Mykinesi 10.000
  • Ábøtur og fríðkan av fjósi í Skúvoy 30.000
  • Krana at landa fisk o.a. í Hesti framhald 25.000
  • Broyta neytafjós í Hesti til slátur- og seyðahús – framhald 25.000
  • Hitaviðgerð (pasteurisering) av rótadjúsi til brygging í Dímun 50.000

Endamálið við játtanini er at stuðla tiltøkum, sum eru mennandi fyri útoyggjar. Stuðulin kann veitast einstaklingum, virkjum, feløgum og kommunum.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 22. juli 2021

32 Leygardagur 24. juli 2021

242.000 krónur bara at flyta fangar úr Føroyum til Danmarkar

Viðurskiftini í Føroyum gera tað neyðugt at flyta fangar til Danmarkar, sum bæði er dýrt fyri løgregluna og keðiligt fyri treytirnar hjá fangunum

(Savnsmynd)
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Í heyst skal fólkatingið seta fíggjarkarmin fyri kriminalforsorgina, ið eisini avger hvussu umstøðurnar verða í Føroyum komandi fýra árini. Umstøðurnar til fangar og varðhaldsfongslaði eru ikki nøktandi í Føroyum, sum merkir, at fleiri mugu sendast til Danmarkar.

Neyv tøl hava verið trupul at finna um fangar, sum verða fluttir úr Føroyum til Danmarkar, og tí umbað Sjúrður Skaale nærri upplýsingar frá danska løgmálaráðharranum, sum hevur ábyrgd av økinum.

Dýrt at flyta fangar til Danmarkar
Sambært Kriminalforsorgini vórðu 22 varðhaldsfangar fluttir úr Føroyum til Danmarkar at sita í varðhaldi fyri tíðarskeiðið 2011-21. Í allarflestu førum, vórðu fangarnir fluttir til Danmarkar, tí atburðurin hjá fangunum setti trygdina í Mjørkadali undir trýst, men í fýra førum máttu varðhaldsfangar flytast til Danmarkar orsakað av plásstroti ella eftir øðrum ynskjum frá løgregluni.

Politiið er ikki farið undir eina slíka skráseting fyrr enn í 2019, men í uppgerðini frá Ríkispolitiinum, hava tey ikki gjørt mun á varðhaldsfongslaðum og fangum við longri dómi, sum skulu til Danmarkar óansæð. Tá verður talan um ikki færri enn 19 persónar, sum vórðu úr Føroyum til Danmarkar bara síðstu tvey árini.

Tvey løgreglufólk fylgja vanliga fangunum til Danmarkar, og átaka sær útreiðslurnar á 10-12.000 krónur í sambandi við flutningin, umframt, at løgreglufólkini fáa avspáking fyri flutningin. Av trygdarávum kann tó verða neyðugt at ferðast við skipi, sum dýrkar flutningin.

Tað merkir, at síðani 2011 hevur løgreglan rindað minst 242.000 krónur fyri at flyta varðhaldsfangar til Danmarkar.

Góðar vónir til nýggja avtalu
Aðalendamálið við kriminalforsorgini má vera, at fólk, sum fáa ein dóm, ikki fremja nýggj ella somu brotsverk, tá ið tey hava sitið sín dóm, men kunnu gerast góðir samfelagsborgarar aftur. Tað er ógvuliga trupult, um tey dømdu skulu flytast langt úr sínum heimlandi í fremmant umhvørvi, har einasti møguleikin er at knýta nýggj sambond við aðrar fangar.

At tað harafturat vísir seg at verða ógvuliga kostnaðarmikið – bæði peningaliga og í arbeiðsorku – fyri løgregluna, eigur at vera eitt greitt tekin um, at tað er neyðugt at fáa eitt fongsul í Føroyum, soleiðis at føroyskir fangar og teirra avvarðandi ikki verða dupultrevsað við óneyðuga avbjóðandi vitjanarviðurskiftum, og soleiðis at starvsfólkini í føroysku kriminalforsorgini fáa virðiligar og tryggar arbeiðsumstøður.

Tá ið karmarnir fyri kriminalforsorgina skulu setast í heyst, sita fólkatingsmenninir, Sjúrður Skaale og Edmund Joensen, við samráðingarborðið, har høvi verður at vísa á umstøðurnar við neyvari tølum, sum kann styrkja samráðingarstøðuna um betri umstøður í Føroyum.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 23. juli 2021

33 Leygardagur 24. juli 2021

Úr Fraklandi til Føroya í starvsvenjing

Christelle Nivoix og Clement Buttarelli lesa til djóralækna og hava seinastu seks vikurnar verið í starvsvenjing á Havstovuni á ávíkavist Uppsjóvardeildini og Fuglakanningardeildini

 
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

Í summar hava Christelle Nivoix og Clement Buttarelli úr Fraklandi verið í starvsvenjing á Havstovuni í seks vikur.

Tey lesa til dagliga til djóralækna á veterinerskúlanum í Toulouse. Í samband við lesturin har verður kravt, at tey lesandi í seks vikur skulu í starvsvenjing á útlendskum granskingarstovni. Christelle og Clement settu seg tí í samband við Havstovuna, har tey byrjaðu um miðjan juni.

- Christelle hevur verið á Uppsjóvardeildini, har hon fyrstu tríggjar vikurnar lærdi at kanna magar á sild, makreli og svartkjafti. Síðstu tríggjar vikurnar hevur hon verið við Jákup Sverra á makrelkanningum, har hon hevur kannað magar á veidda fiskinum.

[object Object]
Christelle Nivoix tekur magar úr júst innkomna fiskinum umborð á Jákup Sverra (Mynd: hav.fo)

[object Object]Clement Buttarelli hevur millum annað verið í Stóru Dímun og talt fugl (Mynd: hav.fo)

- Clement hevur verið á Fuglakanningardeildini, har hann serliga hevur hjálp til við feltarbeiðinum í samband við merking av fugli. Eisini hevur Clement hjálp til við árligu fuglateljingunum av lomviga, ritu og havhesti í Høvdanum í Skúvoy.

Nú starvsvenjingin er um at vera liðug. skulu Christelle og Clement skriva frágreiðing um arbeiðið, tey hava gjørt í starvsvenjingini. Frágreiðingin skal leggjast fram og próvdømast á djóralæknaskúlanum aftaná summarfrítíðina.

[object Object]Christelle og Clement hava eisini ferðast eitt sindur í Føroyum. Her eru tey í Saksun (Mynd: hav.fo)

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 20. juli 2021

34 Leygardagur 24. juli 2021

Rættur G!-stemningur í Syðrugøtu farna vikuskiftið

Samtakið Grót skipaði fyri spontanum tónleikatiltaki, nú tá G! Festivalurin varð noyddur at avlýsa

Mynd: Harald Bjørgvin
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

Tað var rættiligur G! stemningur í Syðrugøtu leygardagin, hóast G! Festivalurin varð avlýstur.

Samstundis, sum fólkini handan G! Festivalin riggaðu av ta útgerð, ið longu var sett upp, tá festivalurin varð avlýstur, vóru tað onnur, sum riggaðu til.

Sum skilst var tað samtakið Grót, sum gjøgnum árið skipar fyri hópin av tónleikatiltøkum í Gøtu, sum hevði skipað so fyri, at ein pallur varð settur upp á spæliplássinum. Eisini vóru tað onnur, sum skipaðu fyri spontanum tónleikaframførslum hetta kvøldið, tá G! Festivalurin skuldi havt verið.

[object Object]
Pól Huus Sólstein hevði listaframsýning í nýbygdum framsýningarhøli í Syðrugøtu (Mynd: Harald Bjørgvin)

Eitt sera gott og væl eydnað tiltak við nógvum fólkum, sum hugnaðu sær óført, frætta vit.

Millum tey mongu, ið framførdu í Gøtu leygardagin vóru Niklas & Lena, Konni Kass, Stongum & Guttesen og Hamferð.

Herundir eru nakar myndir, sum Harald Bjørgvin tók

[object Object]
Hamferð, Jón Aldará

[object Object]
Stongum og Guttesen

[object Object]
Son of Fortune

[object Object]
Konni Kass

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 20. juli 2021

35 Leygardagur 24. juli 2021

Laksatorgið fer av bakkastokki í dag

Í dag frá kl. 10 til 16 verður Laksatorgið á skrá niðri á Støð á Glyvrum

 
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Hugnaliga umhvørvið niðri á Støð á Glyvrum er aftur í ár karmur um Laksatorgið, ið er stóra summartiltakið hjá Runavíkar kommunu. Ponyríðing, vaflur, ullísar, kappingar, undirhald og harmonikutónar seta dáma á dagin.

Stór grill verður sett upp, og fleiri tjøld eru á økinum, har smakkiroyndir av rávøru frá Bakkafrosti verða at fáa.

Nøkur tiltøk eru afturvendandi, og onnur nýggj leggjast afturat. Stóra sølutorgið við alskyns vørum letur upp kl. 10. Leikur, prýðislutir, søla av bundnum vørum, gávulutum og endurnýtsla eru millum mongu tilboðini.

Tey bæði - Salmona og Gullaksa - skipa allan dagin fyri kappingum og bjóða fólki at royna sjóselfie. Pallurin er mitt á økinum, har tónleikur og Ævintýrferðin eru á skrá.

Økið er væl skipað, strondin Glyvra Beach er skamt frá, har m.a. høvi verður at leypa á sjógv ella royna skreiðibreytina.

Skráin fyri dagin:
10.00: Økið letur upp
10.30: Jens Marni
11.30: Salmona og Gullaksa
13.00: Signar í Homrum
14.30: Ævintýraferðin
15.15: Salmona og Gullaksa
16.00: Liðugt

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 23. juli 2021

36 Leygardagur 24. juli 2021

Katrin Joensen-Næs skal leikstjórnað ólavsøkukabarettini

Átta sýningar eru á skránni í Sjónleikarahúsinum 27. - 29. juli. Franklin Symphor Henriksen framleiðir

 
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

Ein av føstu tættunum á ólavsøku er kabarettin. Í fjør var hon eisini, hóast ólavsøkan var nógv øðrvísi, men talan var bert um tvær sýningar við fjøruti fólkum til hvørja. Til bar tó at síggja ólavsøkukabarettina 2020 í Kringvarpinum.

Ein av teimum, sum leikti í fjør, leikstjórnar í ár. Katrin Joensen-Næs hevur leikstjórnað leik og film - nú skal hon leikstjórnað kabarett. Franklin Symphor Henriksen framleiðir aftur í ár.

Kabarettin verður mannað av hesum: Elias Magnussen, Jenny Svartá Wardum, Edvin Hanssonur Niclasen og Bjørk Búadóttir Tórgarð

Sum vant, verður Sjónleikarahúsið í Niels Finsensgøtu karmur um ólavsøkukabarettina, og Høgni Poulsen ger, sum vant, pallsniðið.

Á tónleikapallinum fara Kristian Pauli Eleffsen og Vinjar Egilsnes Petersen at sita. John Ivar Venned er ljóðsniðgevi, og Turpin Djurhuus er ljóssniðgevi. 

Vegna tilmælini eru 100 atgongumerkir til hvørja sýning. Til ber at keypa sær atgongd á atgongumerki.fo

Sýningarnar:
27. juli: kl 18 og kl 19.30
28. juli: kl 18 og kl 19.30 og kl 21
29: juli: kl 18 og kl 19.30 og kl 21



Greinin varð fyrstu ferð løgd út 20. juli 2021

37 Leygardagur 24. juli 2021

Enn ein útgáva av whisky frá Einar’s

Fjórða whisky frá distillarínum í Klaksvík

(Mynd: Einar’s Distillery)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Í gjár kom fjórða útgávan av Einar's Whisky á marknaðin, sum er úr Oloroso sherrytunnum.

966 fløskur komu burtur úr hesari tappingini og styrkin er 51 prosent.

Hendan verður at fáa hjá Rúsdrekkasøluni, í Duty Free á flogvøllinum, og umborð á Norrönu.

Prísurin á hesum whiskyútgávunum hjá Einar’s liggur um 1000 krónur fyri hálvan litur fløsku.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 23. juli 2021

38 Leygardagur 24. juli 2021

Noreg fer at halda fram við oljumenningini eftir valið

Erna Solberg fer at geva grønt ljós til víðari oljuútbyggingar fær hon valdið eftir valið. Tað fær stóran týdning fyri fleiri føroyskar fyritøkur

 
SkrivaÐ:

Jan Müller

Norski forsætisráðharrin Erna Solberg er ikki í iva. Høgrastjórnin  fer at kenna tað sum sína ábyrgd at halda fram við olju- og gassleiting og framleiðslu eisini eftir norska stórtingsvalið í september. Hetta sigur hon við Financial Times.

Roknað verður við at norska oljuframtíðin fer at vera eitt av høvuðs kjakevnunum undan valinum. Erna Solberg, forkvinna í Høgraflokkinum, hevur sitið við valdinum síðani 2013 og halda eygleiðarar, at møguleiki er fyri, at hon enn einaferð tvs. triðja skeið á rað, fer at standa á odda fyri eini komandi minnilutastjórn. Hetta hóast veljarakanningar rokna við afturgongd til Høgraflokkin.

Avbjóðarin til valdið er Arbeiðaraflokkurin saman við Centerflokkinum, ið báðir ganga inn fyri at halda fram við bæði oljuleiting og framleiðslu. Teir fara entá longur enn veerandi stjórnarflokkar og vilja loyva leiting í Arktis ella Barentshavinum. Tó koma teir helst at hava brúk fyri stuðuli frá minni flokkum, sum ikki eru so fegnir um verandi oljupolitikkin.

Arbeiðaraflokkurin hevur so eisini tann trupulleika, at flokkurin í dag  hevur leiðsluna í Oslo saman við teimum grønu, ið  taka undir við IEA um at steðga nýggjum oljuvirksemi. Tey grønu siga, at tey fara ikki í samgongu við flokkar, sum stuðla framtíðar útbyggingar av oljufundum.

Erna Solberg sigur við Financial Times, at hon hevur onga ætlan um at fylgja niðurstøðuni hjá altjóða orkustovninum, IEA, um at gevast við oljuleiting og øllum útbyggingum av oljufundum. Hon sigur, at tað fer at verða tørvur á norskari olju og gassi í mong ár aftrat eins og á vetni. Hon heldur eisini, at norska oljan kann vera partur av grøna orkuskiftinum. Bæði oljuvinnan og Solberg sjálv halda, at verandi oljuvinna hevur neyðuga kapitalin til at gera íløgur í varandi orkukeldur, um somu tíð sum oljuídnaðurin kann vera við til at veita tænastur til menningina av havvindorku.

Oljuframleiðslan fer at minka, og stórar broytingar fara at henda á orkuøkinum. Spurningurin er bara, hvussu skjótt. Norra er í dag størsti framleiðari av olju og gassi í vestara partinum av Evropa. Og oljuvinnan heldur lív í stórum tali av arbeiðsplássum umframt at vera eitt høvuðsgrundarlagið undir búskapinum.

[object Object]

[object Object]

Avgerð um at halda fram við oljuvirkseminum og eisini at leita eftir nýggjum keldum umframt at útbyggja longu gjørd fund fer uttan iva eisini at hava stóran týdning fyri føroyskar fyritøkur, sum arbeiða í norsku oljuvinnuni.

Her er bæði talan um Pam Offshore Services og Faroes Supply Services, ið lata føroyskar arbeiðsmegi til norskar oljuvinnufyritøkur - umframt fyritøkurnar Skansi Offshore og Thor í Hósvík, ið veita týðandi tænastur til norsku oljuvinnuna.

So tað ber til at siga, at um oljupolitikkurin eftir komandi stórtingsval fer at halda fram, har leitað verður víðari og somuleiðis útbygt, kann koma at ganga fleiri føroyskum fyritøkum og teirra mongum starvsfólkum. 

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 19. juli 2021

39 Leygardagur 24. juli 2021

Delta rakar oljuprísin meint

Frá at hava nærkast 80 dollarum, er oljuprísurin, vegna óttan fyri delta variantinum, í løtuni lækkaður til niðan fyri 70 dollarar

 
SkrivaÐ:

Jan Müller

Tað eru bert fáir dagar síðani, at oljuprísurin reyk upp í loft og nærkaðist 80 dollarum fyri tunnuna. Hetta orsakað av vónunum til, at koppsetingarnar fóru at geva úrslit, so korona fór at leggja seg, og virksemið kring heimin aftur fór at taka dik á seg.

Men so skuldi ikki verða. Týsdagin kavaði oljuprísurin  aftur heilt niður á góðar 68 dollarar fyri tunnuna. Og orsøkin er tann, at sera vandamikli varianturin av korona, delta, av álvara er farin at gera um seg kring allan heim, og tað skapar ótta á marknaðunum, sum so eisini rakar oljuprísin. Mikudagin hevði prísurin tó  hálað nakað innaftur og var góðar 70 dollarar fyri tunnuna. 

Nú um dagarnar varð gjørd semja í Opec+ londunum um at vaksa um  aftur framleiðsluna við 400.000 tunnum av olju um dagin. Hetta hendir um somu tíð sum londini longu hava bundið seg til at minka munandi um framleiðsluna frá í fjør.

Nú eru Saudi Arabia og Sameindu Arabisku Emiratini samd um at halda fram við avtaluni umframt at fremja ein ávísan vøkstur. Opec+ londini eru 23 í tali. Tey framleiða meginpartin av oljuni í heiminum. Tey royna vanliga at steðga vøkstri ella minka um framleiðsluna, um tað merkir ein hægri oljuprís.

Í løtuni er skerjingin av framleiðsluni 5,8 milliónir tunnur um dagin. Frá august verður henda skerjing so minkað til 5,4 milliónir tunnur. Síðani er ætlanin, at skerjingin skal minkast við 400.000 tunnum um dagin hvønn mánað. Samanlagt fer Opec+ at framleiða 2 milliónir fleiri tunnur um dagin á nýggjárinum. 

Annars er oljuprísurin vaksin við nærum 50 prosent síðani á nýggjárinum og hevur verið tann hægsti síðani móti endanum av 2018. 

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 21. juli 2021

40 Leygardagur 24. juli 2021

Vitjanin hjá drotningini í Grønlandi er útsett vegna korona

Grønlendski landstýrisformaðurin hevur biðið um, at vitjanin, sum skuldi fara fram 24. juli til 5. august, verður av ongum fyribils. Orsakað av koronutilburðum eru avmarkingar gjørdar í mun til ferðing og at savnast í bólkum

Margretha drotning til tíðindafundin áðrenn fráferð úr Føroyum í gjár (Mynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

Mánadagin fór Hennara Hátign Margretha drotning úr Føroyum eftir eina fimm-daga vitjan. 

Eftir ætlan skuldi Grønland vera karmur um drotningavitjan frá leygardegnum av, men nú er greitt, at hetta er fyribils av ongum. Tað boðaði danska kongshúsið frá týsdagin.

- Innanfyri seinastu vikuna hevur Grønland verið rakt av fleiri smittuútbrotum av COVID-19. Hetta hevur gjørt tað neyðugt at sett avmarkingar í lag í samband við ferðing og tað at savnast í bólkum. Formaðurin fyri Naalakkersuisut, tað grønlendska landstýrið, hevur hervið sent áheitan um, at almenna vitjanin hjá Hennara Hátign Drotningini í Grønlandi verður útsett.

Hendan áheitanin er gingin á møti, og sambært kongshúsinum skilur drotningin støðuna, men gleðir seg til at vitja í Grønlandi seinni.

Eftir ætlan skuldi 81-ára gamla drotninging vitja í tíðarskeiðnum 24.juli - 5. august.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 20. juli 2021

41 Leygardagur 24. juli 2021

10 ár síðan ræðuleikarnar á Utøya

Minnast tey 77 deyðu í Noregi í dag

Eitt minningarhald var á Utøya í vikuni. Frá vinstru Astrid Hoem, leiðari fyri ungdómsfelagsskapin AUF og formenninir fyri javnaðarflokkarnar í Svøríki og Noregi, ávikavist Stefan Löfven, forsætisráðharri, og Jonas Gahr Støre (Mynd: EPA)
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

22. juli fyri 10 árum síðani drap Anders Behring Breivik 77 fólk, tá hann fyrst legði eina bumbu uttan fyri stjórnarbygningarnar í Oslo og seinni, ílatin sum løgreglumaður, skjeyt frá hond á summarleguni hjá ungdomsfelagnum hjá Arbejderpartiet á oynni Utøya.

Hósdagin vórðu tey deyðu mint við hátíðarhaldum kring um í Noregi.

Almenna skráin byrjaði frá morgunstundini við hátíðarhaldi í ‘regeringskvarteret’ í Oslo. Har var sangur, upplestur av yrkingum, tónleikur og upplestur av nøvnunum á teimum sum doyðu. Erna Solberg forsætisráðkvinna helt røðu, og umboð vóru til staðar fyri bæði kongshúsið, stórtingið og stjórnina.

Seinnapartin var minningarhald úti á Utøya.

Oslo kommuna bjóðaði øllum avvarðandi hjá teimuum dripnu til móttøku í ráðhúsinum, og klokkan 18 ringdu klokkurnar í ráðhúsinum 77 sløg – fyri at minnast tey 77, sum doyðu.



Greinin varð fyrstu ferð løgd út 22. juli 2021

42 Leygardagur 24. juli 2021

Kópakonan sum leikur á eggini í Mikladali

Kaféin Eðge beint oman fyri kendu standmyndina vísir leikin um kópakonuna – Eyð Matras hevur skrivað og spælir sjálv

 
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

Kaféin við navninum Eðge í Mikladali bjóðar í summar fólkum eina heildaruppliving, har tað ber til at njóta stórslignu náttúruna, fáa leskiligt ábit og síggja leik um kópakonuna.

Eðge er gamalt pakkhús, sum nú er bygt um til kafe. Í kjallaranum er hugnaligt rúm, har leikurin um kópakonuna verður framførdur. Har er pláss fyri 30 áskoðarum hvørja ferð.

[object Object]

Kópakonan – í øðrum hami
Søgnin um kópakonuna er kend í Mikladali – vøkru havsins gentu, sum varð rænd ham sín og noydd at giftast mikladalsmanni. Øll hava eina ímynd av hvussu hamurin sá út, kistan og lykilin.

Í søgukjallaranum á Eðge verður søgnin nú fortald á kenslubornan hátt. Søgugongdin er samantvinnað við persónligari frásøgn við eskimoiskum ísletti. Alt knýtt saman við stemningsfullum tónleiki. Leiktíðin er umleið 45. minuttir.

Eyð Matras hevur skrivað handritið og leikar sjálv, meðan Magni Husgaard hevur skrivað tónleikin og spælir sjálvur. Sigrún Valbergsdóttir hevur leikstjórnað.

Leikurin “Kópakonan – í øðrum hami” hevur verið sýndur nakrar ferðir fyri fullum húsum, og ætlanin er at sýna leikin fleiri ferðir gjøgnum summari. Til ber at kunnað seg um nær leikt verður á heimasíðuni atgongumerki.fo, har atgongumerkini eisini fáast til keyps.

Kostnaðurin er 495 krónur, men tá er eisini eitt leskiligt ábit við í prísinum undan sýning og suppa og dessert eftir sýning. Aldursmarkið at síggja leikin er sett til 10 ár.

Í sambandi við vitjanina í Mikladali ber sjálvandi eisini til at spáka sær ein túr oman á helluna at síggja standmyndina av kópakonuni – rúnarbundin til ævigar tíðir.

- Busssambandið er gott, so ikki er neyðugt at hava bil við í oynna, sigur Kafe Eðge í tíðindaskrivi.

[object Object]Magni Husgaard, tónleikari, Eyð Matras, leikari, og Sigrún Valbergsdóttir, leikstjóri

[object Object]Eyð Matras hevur skrivað leikritið og spælir sjálv


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 22. juli 2021

43 Leygardagur 24. juli 2021

Kurt Westergaard deyður

Hann gjørdist kendur í 2005, tá hann teknaði eina av Muhammed-tekningunum, sum vóru prentaðar í Jyllands-Posten – hann andaðist í farnu viku, 86 ára gamal

Kurt Westergaard gjørdist 86 ára gamal (Mynd: EPA)
SkrivaÐ:

Alda Nielsdóttir

Muhammedteknarin Kurt Westergaard er deyður eftir longri sjúkugongd, 86 ára gamal. Tað upplýsti familja hansara fyri Berlingske í vikuni. Hann andaðist í undanfarnu viku.

Eftir sita kona hansara, teirra fimm børn, tíggju ababbørn, og eitt langabbabarn.

Kurt Westergaard teknaði í 2005 eina av tekningunum av profetinum Muhammed, sum varð prentað í danska blaðnum Jyllands-Posten, og sum elvdi til eina av størstu uttanríkispolitisku kreppunum, Danmark nakrantíð hevur upplivað.

Seinastu mongu árini mátti Kurt Westergaard liva við lívvaktum, tí tekning hansara gjørdi hann til eitt mál hjá ekstremum islamistum. Í 2012 breyt ein somaliskur maður inn í heim hansara og ætlaði at leypa á hann við einari øks. Hesum slapp Kurt Westergaard so undan við at steingja seg inni á vesinum. Fleiri onnur eru eisini vorðin handtikin fyri at leggja ætlanir um at drepa Kurt Westergaard.

Kurt Westergaard varð føddur í 1935 í Døstrup í Himmerland. Í 1958 varð hann útbúgvin lærari. Árini eftir arbeiddi hann so sum lærari, og seinni gjørdist hann skúlastjóri á einum serskúla í Djursland. Hann hevur tó altíð teknað, og í 1983 varð hann settur sum karikaturteknari á Jyllands-Posten. Fram til 2005 var hann ein lutfalsliga ókendur maður í almenna rúminum. Men hetta broyttist við Muhammed-tekningunum.

Í 2010 gavst hann á Jyllands-Posten sum 75 ára gamal, og síðani brúkti hann sína tíð uppá sítt listaliga arbeiði.

Kurt Westergaard hevur fingið fleiri virðislønir fyri sítt arbeiði.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 19. juli 2021

44 Leygardagur 24. juli 2021

Fyrsti maður dømdur fyri álopið á Capitol

Paul Allard Hodgkins úr Florida varð dømdur 10  mánaða fongsul í vikuni

Paul Allan Hogdkins inni í kongressini 6. januar (Mynd: AP)
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

Ein 38 ára gamal maður varð mánadagin dømdur í fongsul í átta mánaðir fyri sín leiklut í álopinum móti kongressini í Washington í januar mánaði.

Paul Allard Hodgkins er sostatt fyrsti persónurin, sum er dømdur fyri fyri ógvusligu hendingarnar, sum fóru fram 6. januar, skrivar Washington Post.

Í farna mánaði játtaði 38 ára gamli maðurin úr Florida seg sekan í at hava forðað kongresslimum í at arbeiða, tá tey í januar vóru savnað fyri at góðkenna úrslitið av amerikanska forsetavalinum í november 2020.

Myndir frá hendingini vísa Paul Allard Hodgkins í Capitol-bygninginum við einum reyðum flaggi, við áskriftini “Trump 2020”. Hann var eisini ílatin eina troyggju, har navnið á Trump var skrivað á.

- Eg angri og harmist um mínar gerðir hin 6. januar í Capitol, og teir skaðar, sum mínar gerðir hava elvt til, og tey sár, sum eg havi verið atvoldin til móti tí landi, eg elski, segði hann við dómaran undir rættarmálinum.

Fongsulsrevsingin er ikki eins long, og ákærumyndugleikin hevði kravt. Sambært Washington Post var kravið 18 mánaða fongsul.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 20. juli 2021

45 Leygardagur 24. juli 2021

Sannførandi og søguligur HB-sigur

Greipuvinnararnir settu meistaraliðið úr Montenegro uppá pláss í 2. hálvleiki og við 4-0 sigrinum hóskvøldið er útgangsstøði sera gott undan dystinum í Podgoricia

HB-liðið hevði fýra mál at fegnast um í kvøld (Mynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

Michal Przybylski legði HB á odda beint fyri stegðin. Heimaliðið hevði eisini verið omaná í mun til at hava bóltin og skapa málmøguleikar í 1. hálvleiki, men tað var fyrra helmingin av 2. hálvleiki, at HB veruliga vísti styrki.

Málini til 2-0 og 3-0 komu, eftir at liðið hjá Kevin Schindler hevði vunnið bóltin á hálvuni hjá mótsstøðuliðnum. Bert 90 sekund inn í 2. hálvleik fekk Mikkel Dahl fatur í bótlinum, fann Michal, ið hevði runnið seg væl leysan, og miðvallarin avsluttaði trygt. Hann hevur nú fýra mál í tíggju evropeiskum dystum.

Tíggju minuttir seini vóru teir í reyðum og svørtum ógvuliga ágangandi, og ein leikari, ið ikki hevur spælt nógv í ár, sló til. Óguvliga vælleikandi Heri Hjalt Mohr spældi til Pætur Petersen, nummar ellivu trekti inn úr høgru og sendi bóltin í nærmara málhorn.

[object Object]

[object Object]
Pætur Petersen í ovfarakæti eftir sítt mál til 3-0 (Myndir: Sverri Egholm)

HB-maskinan helt fram, og eftir triðja hornasparkið á rað gjørdu gestirnir brotsspark. Tað setti Daniel Johansen kaldliga í málið, og seinna helmingin av hálvleikinum helt HB fast.

Teitur Matras Gestsson gjørdi tvær frálíkar bjargingar, tá leikarar hjá Buducnost gjørdist fríir. Tað kundu tó komið fleiri mál í hinum endanum, tí innskifti Hilmar Leon Jakobsen, ið kom væl inn hevði tveir stórar málmøguleikar - eins og bjargingarnar hjá Teiti var tað ávíkavist við støðuni 3-0 og 4-0. Fyrra skotið hjá Hilmar Leoni brast í tvørtræið og niður á mállinjuna.

4-0 endaði tað, og hetta er størsti sigur hjá HB í evropeiskum dysti nakrantíð. Avrikið hjá HB í 2. hálvleiki var framúrskarandi gott, og við úrslitinum hava greipuvinnararnir sett seg í sera góð støðu at spæla seg víðari til 3. umfar í Conference League. Seinni dysturin verður í Podgorica týsdagin.

UEFA Europa Conference League
2. umfar, fyrri dystur - Gundadalur 22. juli

HB - Buducnost Podgorica 4-0 (1-0)
45' Michal Przybylski (Daniel Johansen) 1-0
47' Michal Przybylski (Mikkel Dahl) 2-0
58' Pætur Petersen (Heri Hjalt Mohr) 3-0
66' Daniel Johansen (br.) 4-0

HB (4-4-2): Teitur Matras Gestsson - Heri Hjalt Mohr, Bartal Wardum, Hørður Askham, Daniel Johansen - Michal Przybylski, Heðin Hansen, René Shaki Joensen, Adrian Rúnason Justinussen - Mikkel Dahl, Pætur Petersen

Hesir komu inn í 2. hálvleiki: Hilmar Leon Jakobsen, Stefan Radosavljevic, Ási Dam, Áki Debes Samuelsen, Mads Boe Mikkelsen

Venjari: Kevin Schindler

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 22. juli 2021

46 Leygardagur 24. juli 2021

Besta útgangsstøði nakrantíð

Eftir 4-0 sigurin hjá HB í Gundadali hóskvøldið er greitt, at einki føroyskt felag á pappírinum hevur havt so stóran fyrimun undan seinna dystinum í evropeiskari kapping. KÍ hevur tó einaferð áður eisini vunnið við fýra málum í fyrra dystinum - her er eitt yvirlit yvir nakrar av størstu føroysku sigrunum

HB-leikarar fegnast eftir fjórða málið, ið Daniel Johansen skoraði við brotssparki. Tað ger tað uppaftur truplari fyri mótstøðuliðið at venda uppgerðini (Mynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

Sigurin hjá HB á Buducnost Podgoricia í hóskvøldið var størsti evropeiski sigurin í søgu felagsins. HB hevur tvær ferðir vunnið við trimum málum í evropeiskum dysti í Gundadali. Í 2004 endaði tað 3-0 móti WIT Georgia, og tíggju ár seinni vunnu teir í reyðum og svørtum 5-2 á Lincoln Red Imps úr Gibraltar.

Í báðum førum var talan um Champions League-dyst og í báðum førum var tað seinni dysturin. Í 2004 rakk tað ikki til víðari luttøku, tí tað endaði 5-0 í Georgia vikuna frammanundan, men í 2014 spældi HB seg fyri fyrstu ferð víðari í altjóða kapping við samanløgdum 6-3 sigri.

Hóskvøldið var tað suverena meistaraliðið úr Montenegro, ið varð sent heim við einum sekki. Heimaliðið fekk eitt mál beint fyri steðgin, og fyrra helmingin av 2. hálvleiki sat HB fullkomilga á dystinum og fekk trý afturat.

Harvið er útgangsstøði hjá HB ógvuliga gott undan seinna dystinum, ið verður í Podgoricia týskvødlið - 27. juli. So gott útgangsstøði hevur nakað føroyskt lið í roynd og veru ongantíð havt fyrr. 

[object Object]
Teitur Gestsson hevur spælt 18 evropeiskar dystr fyri HB og var við í 2014. Málverjin og liðformaðurin var eftir dystin í gjár væl greiður yvir, at einki er liðugt, hóast avrikið og úrslitið í fyrra dystinum vóru heilt góð (Mynd: Sverri Egholm)

Júst 23 ár undan dystinum í gjár, 22. juli í 1998, vann HB 2-0 á VPS Vaasa úr Finnlandi. Súni Fríði Johannesen skoraði bæði málini í UEFA Cup-dystinum á Svangaskarði.

Fram til hósdagin var tað besta úrslitið, HB hevur fingið í einum fyrra dysti í evropeiskari kapping. Ólavsøkudag í 1998 hvarv fyrimunurin hjá HB skjótt, tí finska liðið kom á odda 2-0 í 17. minutti í dystinum í Vaasa. Heimaliðið skoraði eisini tvær ferðir seint í dystinum og kom harvið víðari.

B36 megnaði í 2006 at vinna við trimum málum á útivølli. Hetta var føroyskt met í 13 ár. 3-0 sigurin hjá táverandi føroyameistarunum kom á Malta móti Birkirkara og harvið gav eitt frálíkt útgangspunkt - tað táverandi besta, ið eitt føroyskt lið hevði havt. Í Føroyum endaði tað 2-2. Hetta var annað árið á rað, at B36, undir Sigfríði Clementsen og Magna Mohr, kom víðari í evropeiskari kapping, og harvið var havnarfelagið ein slóðbrótari - nøkur ár seinni var tað Víkingur, eisini við Sigfríði sum høvuðsvenjari, sum gjørdi hol í sjógvin við at senda lið úr Finnlandi, Noregi og Lettlandi út.

Birkirkara varð aftur sligið út av føroyskum felagi í 2018. Tá var tað KÍ, sum árið eftir tók metini frá B36, og sum Mikkjal Thomassen hevði verið við til at sett sum leikari. KÍ vann 5-1 á Tre Fiori í Gundadali í Europa League - besta útgangsstøði og tá javnsett størsti evropeiski sigurin nakrantíð.

EB/Streymur vann í 2013 5-1 á Tórsvølli á Lusitanos úr Andorra. KÍ vann eisini við fýra málum í San Marino. Tað er størsti útisigur hjá føroyskum felagi, og hetta gjørdist størsti eisini samanlagdi sigurin nakrantíð (9-1)

[object Object]
Norðmaðurin Simen Sandmæl, ið skoraði og legði upp fyri KÍ, í 5-1 sigrinum á Tre Fiori í Gundadali í 2019. Í mun til Buducnost var á pappírinum talan um veikari mótsstøðu (Mynd: Sverri Egholm)

NSÍ javnaði í fjør metið fyri størsta føroyska sigur við 5-1 sigri á Svangaskarði móti Barry Town úr Wales. Ein mánaða og fýra dagar seinni tók KÍ metið einsamalt, tá teir í bláum og hvítum knústu Dinamo Tbilisi úr Georgia á Tórsvølli. Í fjør varð tó ikki leikt yvir tveir dystir, so tá snúði einki seg um útgangsstøði. Tað útgangsstøði, ið HB hevur nú er á pappírinum betri enn tað hjá KÍ í 2019, tí Tre Fiori fekk eitt útivallarmál, ið tá taldi eitt sindur meira.

Tað er ósannlíkt, at HB eisini vinnur við fýra málum í Podgorcia, har tað fara at vera nakað yvir 30 hitastig týsdagin.

Í Montenegro eru tey skelkað, og talan er eitt væl sterkari mótstøðulið, enn KÍ hevði í 2019. Umboðini fyri HB, ið Portalurin tosaði við hóskvøldið eru eisini greið yvir, at tað er av álvara ein uppgáva ið skal loysast, um greipuvinnararnir skulu spæla seg víðari til triðja umfar í UEFA Europa Conference League.

HB hevur samanlagt ikki staðið seg væl í Evropa, í mun til at felagið er tað mest vinnandi í Føroyum. Einstøk avrik hava verið heilt góð gjøgnum árini - nú snýr tað seg um at gera tað yvir tveir dystir.

Tøl: FaroeSoccer

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 23. juli 2021

47 Leygardagur 24. juli 2021

Taptu í hálvfinaluni

Føroysku U19-kvinnurnar taptu hálvfinaluna móti Polandi. Tær taptu tepurt 24-21

 
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Føroysku U19-kvinnurnar taptu hálvfinaluna í Euro Championship kappingini síðsta leygardag. Úrslitið var eitt tepurt 24-21 tap fyri Póllandi.

Talan var um ein dyst, har tað ongantíð veruliga kom glið á føroyska álopsspælið. Póllendingar høvdu lisið uppá til dystin, og vitandi at styrkin hjá føroyska liðnum er gjøgnumbrotsspælið, stóð liðið hjá teimum væl í einari defensivari 6-0 verju.

Føroyska liðið byrjaði trilvandi og vóru heldur nógvar tekniskar villur og brend skot. Verjan og málverjin stóðu, enn sum áður væl og var tað meira í álopinum at tað haltaði. Føroyska liðið var, hóast hetta, væl við í dystinum og fóru liðini til hálvleiks við støðuni 10-10.

Føroyska liðið megnaði eisini at hanga í seinna hálvleiki, men mistu okkara dystin seinatu 15 minuttirnar, tá Póllandi dróg frá við nøkrum málum. Føroyska liðið royndi at hála innaftur, men aftur vóru aftur heldur nógv brend skot og villur.

Holland vann hina hálvfinaluna móti Hvítarusslandi, 25-22, og møta Føroyar sostatt Hvítarusslandi í dystinum um triðja plássið í morgin, sunnudagin kl. 14.30. Dysturin kann stroymast á ehftv.com.

Besti føroyski leikari í dystinum var kosin Rannvá Olsen.

Málskjúttar hjá Føroyum:
Rannvá Olsen 5
Jana Mittún 5
Lív Bentsdóttir Zachariassen 4
Brynhild Pálsdóttir 3
Lea Símunardóttir Lisberg 2
Natasja Hammer 1
Petra Andrea Larsen 1

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 17. juli 2021

48 Leygardagur 24. juli 2021

Ov stuttar til bronsuna

Føroyar taptu 27-25 móti Hvítarusslandi

Jana Mittún
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

HSF: Føroysku U19-kvinnurnar vóru akkurát ov stuttar til bronsuna í Euro Championship kappingini sunnudagin. Føroyar taptu 27-25 móti Hvítarusslandi.

Føroyska liðið hevði trupult við at fáa glið á álopsspælið í bronsufinaluni. Hvítarussiska liðið spældi við sera ágangandi verjuspælið, har tær til tíðir lógu og mansvardu við einum ella tveimum leikarum. Liðini fylgdu tó fyrstu 20 minuttirnar, har munurin ongantíð var meira enn 1 mál. Hvítarussiska liðið kom tó fram um við nøkrum málum seinastu 10 minuttirnar av fyrra hálvleiki, tá føroyska liðið brendi heldur illa og gjørdi fleiri tekniskar villur. Hálvleiksstøðan var 10-13.

Hvítarussiska liðið helt seg frammanfyri við nøkrum málum tað mesta av seinna hálvleiki, men tá 10 minuttir vóru eftir gjørdi føroyska liðið ein vørr og kom uppá javnt aftur. Føroyska liðið hevði eisini møguleikar at koma fram um, men vóru fleiri marginalar, sum ikki fullu til okkara, og vóru okkara heldur ikki nóg kaldar seinastu løtuni og dysturin koppaði til Hvítarusslands.

Føroyar gjørdist sostatt nummar 4 av 9 liðum í kappingini. Besti føroyski leikari í dystinum var kosin Jana Mittún.

Málskjúttar hjá Føroyum:
Jana Mittún 9
Natasja Hammer 5
Lea Símunardóttir Lisberg 3
Brynhild Pálsdóttir 3
Rannvá Olsen 2
Frida Holm Jacobsen 2
Lív Bentsdóttir Zachariassen 1

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 18. juli 2021

49 Leygardagur 24. juli 2021

Rakul Wardum besti málverjin í kappingini

Føroyski málverjin og liðskiparin Rakul Wardum var kosin besti málverji í U19-kappingini

Rakul Wardum (Mynd: Hondbóltssambandið)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Eins og vanligt er til endaspøl, verður eitt all-star lið kosið eftir kappingarlok.

Soleiðis var eisini til Euro Championship kappingina í Skopje í Makedonia og var føroyski málverjin Rakul Wardum kosin besti málverji.

Rakul Wardum hevur staðið eina sera góða kapping og havt eitt høgt bjargingarprosent, skrivar Hondbóltssambandið.

Niðurlond vunnu kappingina og taptu bert hin eina dystin í kappingini, nevnliga móti Føroyum. Føroysku U19 kvinnurnar vóru ov stuttar til heiðursmerkjapláss. 

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 18. juli 2021

50 Leygardagur 24. juli 2021

H71 menninir skulu spæla móti Drammen úr Noregi

Og kvinnurnar hjá H71 fáa makedonska mótstøðu í fyrsta umfari í European Cup

H71 vann steypakappingina í fjør (Mynd Jens Kr. Vang)
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

Menninir hjá H71 fingu munandi lagaligari mótstøðu enn kvinnurnar – tá hugsað verður um ferðing – tá lutakastið var til European Cup í hondbólti í dag.

H71-menninir skulu møta Drammen HK úr Noregi, og hoyvíkingar hava heimavøll í fyrsta dysti.

Liðið hjá H71 var við í lutakastinum yvir lið, sum koma inn í kappingina í øðrum umfari av EHF European Cup.

[object Object]

Drammen HK gjørdust nummar trý í skerdu norsku hondbóltskappingini í 2020/21, sum endaði longu undan jólum í fjør orsaka av korona.

Dystirnir í øðrum umfari í EHF European Cup verða spældir 16./17. og 23./24. oktober. Væntandi fer H71 at royna at fáa báðar dystirnar spældar í Føroyum.

Drammen er ein býur á umleið 100.000 fólk, ið liggur bert einar 45 kilometrar í ein útsynning úr høvuðsstaðnum, Oslo. 

Til Makedonia
50 lið vóru í pottunum til lutakastið hjá kvinnunum, harav eitt teirra var H71 úr Hoyvík, sum vunnu bronsu í føroysku hondbóltskappingini fyri kvinnur í ár.

H71-kvinnurnar skulu møta liðinum úr Norðurmakedonia, sum kallast WHC Cair-Skopje úr høvuðsstaðnum Skopje.

Sambært upplýsingunum á heimasíðuni hjá EHF, spælir hetta liðið sínar heimadystir í stóru høllini Arena Boris Trajkovski í Skopje, sum er tann størsta í makedonska høvuðsstaðnum, og eisini verður brúkt til landsdystir hjá hondbóltslandsliðunum.

Dystirnir í fyrsta umfari í hesi kappingini 13./14. og 20./21. november.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 20. juli 2021

51 Leygardagur 24. juli 2021

Roknar við hjálp frá føroyska landsliðsvenjaranum

Venjarin hjá Drammen HK, Kristian Kjelling, hevur onga vitan um H71, men ætlar at gagnnýta vinarlag sítt við føroyska landsliðsvenjaran

Kristian Kjelling í dysti fyri Noreg. Myndin er frá 2010 (Mynd: EPA)
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

Venjarin hjá norska hondbóltsfelagnum Drammen HK, ætlar at gagnnýta vinskapin við føroyska landsliðsvenjaran fyri at kunna seg um komandi mótstøðuliðið í European Cup, H71 úr Hoyvík.

Tað skrivar heimasíðan hjá norska felagnum. Týsdagin gjørdist tað greitt, at H71 og Drammen HK bresta saman í øðrum umfari av evropeisku kappingini European Cup.

Norskir miðlar himprast ikki við at siga, at Drammen var tað felagið í Noregi, sum fekk ta lættastu mótstøðuna.

Venjari í Drammen síðan 2015 er ein legenda í norskum hondbólti, 40 ára gamli Kristian Kjelling, sum spældi 147 dystir á norska A-landsliðnum og skjeyt 568 mál.

Kristian Kjelling hevði eina glæsiliga karrieru sum aktivur hondbóltsspælari. Í 2001 flutti hann til Spania at spæla, fyrst fyri Aledmar León og síðan SDC San Antonio. Í 2009 gekk leiðin til Danmarkar at spæla fyri Aalborg Håndbold og seinni Bjerringbro-Silkeborg.

Í 2015 vendi Kristian Kjelling so heimaftur til Drammen at vera leikandi venjari.

Í Danmark hevði Kjelling Peter Bredsdorff-Larsen sum venjara, bæði í Aalborg og BSV, og tað er maðurin, sum nú er føroyskur landsliðsvenjari.

Við heimasíðuna hjá Drammen HK sigur Kristian Kjelling, at hann roknar við at fáa kunning frá vinmanni sínum, tí sjálvur veit hann  so at siga onki um H71 framman undan komandi European Leag dystunum, sum vera í oktober.

Kjelling hevur spælt í Føroyum við norska landsliðnum, men veit ikki meira um føroyskan felagshondbólt enn, at hann er á veg frameftir, og nevnir í hesum sambandi ein ungan spælara, sum spælir í Sävehof í Svøríki og verður róstur upp um skýggja. Talan er sjálvandi um Elias Ellefsen á Skipagøtu, sum er vaksin upp í júst H71. 

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 21. juli 2021

52 Leygardagur 24. juli 2021

Sverri vann innleiðandi róðurin trygt

Miðvingurin róði 2000-metra teinin í Tokyo uppá sjey minuttir og beint undir trý sekund, og hann fór nógv niður í ferð seinastu umleið 500 metrarnar - helst fyri at spara seg. Sverri Sandberg Nielsen skal rógva OL-fjórðingsfinalu mánanáttina

Sverri Nielsen var fýra sekund framman fyri italiumannin á 2. plássi. Tríggir rógvarar úr hvørjum riðli koma víðari til OL-fjórðingsfinaluna (Mynd: Bjarni Enghamar)
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

07.02.88. Hetta varð fyrsta tíðin hjá Sverra Sandberg Nielsen, ið er tann einasti einstaklingarógvarin, sum umboðar Danmark til olympisku leikarnir í Japan.

Hetta var beint undir fýra sekund frammanfyri Gennaro di Mauro. Italumaðurin varð áðrenn mettur at verða tann, ið kundi geva Sverra mest kapping í hesum innleiðandi riðlinum, og di Mauro var eisini beint frammanfyri, tá komið var um 1.000 metrar.

27-ára gamli føroyingurin byrjaði ikki heilt væl, men var á odda tað allarmesta av teininum, og eftir at di Mauro kom frammum á áleið hálvum teini, gekk ikki long tíð til báturin við litunum í Merkinum stakk seg frammum aftur, og til sterki Sverri hevði yvirtakið aftur.

[object Object]
Sverri í einskullara sínum - við litunum í Merkinum - til sín fyrsta OL-róður (Mynd: Balint Czucz)

Tá Sverri Nielsen var komin trygt framum, slakaði hann ferðina, og teir seinastu 500 metrarnir líktust á ongan hátt einum endaspurti hjá miðvinginum, sum spardi seg nakað og kom á mál sum suverent nummar eitt.

Hinvegin var kapping millum Vladislav Yakovlev úr Kasakstan og Peter Purcell-Gilpin úr Zimbabwe, og teir góvu seg nógv meira móti endanum. Teir vóru ógvuliga javnir í kappingini um 3. plássi, ið var tað seinasta í hesum riðlinum, sum gevur atgongd til kvartfinaluna mánanáttina. Tann fyrrnevndi var beint yvir eitt hálvt sekund frammanfyri, og harvið skal Purcell-Gilpin dúva uppá, at hann megnar at rógva seg víðari uppá eitt "Wildcard". Ghambour Alhussein úr Libya, ið legði hart út, endaði 49,49 sekund aftan fyri Sverra.

Nú snýr tað seg um hjá Sverra Sandberg Nielsen at rógva av, síðani koyra eitt sindur av inntensiteti á aftur og annars at fínpussa fram til OL-fjórðingsfinaluna, har kappingin verður harðari. 

OL-Rógving í Singelscullara
23. juli - Riðil 3 (2000 metrar)

1. Sverri Sandberg Nielsen, Danmark/Føroyar: 07.02.88
2. Alberto Gennaro di Mauri, Italia: 07.06.87
3. Vladislav Yakovlev, Kasakstan: 7:10.08
4.  Peter Purcell-Gilpin, Zimbabwe: 7:10.65
5. Ghambour Alhussein, Libya: 7:52.37

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 23. juli 2021

53 Leygardagur 24. juli 2021

Profilur heldur fram í Gøtu

Leirvíkingurin Sølvi Vatnhamar heldur fram í Víkingi í øllum førum tvey ár afturat

(Savnsmynd: Jens Kr. Vang)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Sølvi Vatnhamar hevur longt sáttmálan við Víking við tveimum árum.

35 ára gamli leirvíkingurin sum saman við millum annað Atla Gregersen togar miðalaldurin á víkingaliðnum upp, er sambært Faroesoccer skrásettur fyri 322 dystir í bestu fótbóltsdeildini hjá monnum, 48 steypadystir umframt fleiri Champions League og Europa League-dystir.

Seinnu árini er hann eisini blivin fastur maður á A-landsliðnum.

- Vit kenna øll Sølva, hann hevur verið berandi á okkara besta liðið í óteljandi ár, samstundis sum hann er ein av royndastu leikarunum á føroyska landsliðnum, skrivar Víkingur.

[object Object]Sølvi Vatnhamar her í landsdysti á Ta' Qali leikvøllinum á Malta (Mynd: Sverri Egholm)

- Sølvi er ein fyrimynd í okkara felagið, og hevur hann heilt sikkurt nógv eftir at geva okkara ungu leikarum - bæði í Betri hópinum og longri niðri í rekkjunum, sigur felagið sum sjálvsagt eisini sigur seg gleðast yvir atlokalu leikararnir velja ljósabláu troyggjuna.

Víkingur liggur á øðrum plássi í Betri deildini hjá monnum við 31 stigum, og fær NSÍ á vitjan í Sarpugerði týsdagin klokkan 19.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 23. juli 2021

54 Leygardagur 24. juli 2021

16 ára gamli Marius Árting Allansson gjørt sáttmála við B36

Marius er uppaldur í felagnum, og hevur hann longu sitið onkran dyst á bonkinum á Betri-liðnum, umframt at hann eisini hevur spælt við øðrum liði hjá B36

(Mynd: B36)
SkrivaÐ:

Alda Nielsdóttir

Farna vikuskiftið skrivaði 16 ára gamli Marius Árting Allansson undir sín fyrsta sáttmála við B36.

Marius er uppaldur í felagnum, og hevur hann longu sitið onkran dyst á bonkinum á Betri-liðnum, umframt at hann eisini hevur spælt við øðrum liði hjá B36.

– Ungdómsárini hevur ferðmikli spælarin prógvað, at hann væl kann verða ein av teimum, sum vit koma at síggja nógv til komandi árini, og sáttmálin er eisini tekin um, at hetta er ein spælari, sum høvuðsvenjari okkara sær góðar møguleikar í, skrivar felagið á heimasíðuna.

16 ára gamli miðvallarin hevur fyribils skrivað undir sáttmála til kappingarenda 2022.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 19. juli 2021

55 Leygardagur 24. juli 2021

Eriksen kann ikki halda fram í Italia

Tað slær formaðurin í læknafrøðiligu nevndini hjá italska fótbóltssambandinum fast. Orsøkin er, at danin í síðsta mánað fekk kvikil í hjarta, og tað er ikki loyvi at spæla við slíkum í Italia. Christian Eriksen kann tó spæla í øllum øðrum londum við kvikli

 
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

Tað var leygardagin 12. juni, at fótbóltsvetislan í Keypmannahavn og Evropa stegðaði eina løtu, og milliónir hildu ondini. Orsøkin var at danski stjørnuleiakrin Christian Eriksen á óhugnaligan hátt small um á grasinum í Parkini, júst sum hann hevði gjørt eina alvering í EM-dystinum millum Danmark og Finnland. Søguligi dysturin kundi enda í heilt stórum sorgarleiki, tí 29-ára maðurin av Fjóni var lívleysur eina løtu.

Læknarnir fingu lív í Christian Eriksen og skjótt, hóast tað tykist sum long tíð, varð kunngjørt, at hann var á Ríkissjúkrahúsinum og støðan var stabil. Dysturin varð tikin uppaftur, hóast hetta ikki tykist rætt, men fótbóltsveitlsan kundi halda fram í komandi døgunum, sum Eriksen fekk tað betur, og danska liðið kom væl víðari frá støðuni og brúkti hana á ein hátt sum brennievni. 

[object Object]

Christian Eriksen fekk í vikuni eftir tilburðin ein kvikil í hjarta, ið skal forða fyri, at ein slík hending kemur fyri aftur. Hetta ger tó, at hann ikki hevur nakra framtíð í Inter Milan, har miðvallarin hevur spælt síðani januar 2020. Tað var longu frammi í síðsta mánaða, at hetta helst fór at gerast ein trupulleiki orsakað av reglugerðini í Italia. Nú hevur Francesco Braconaro, ið er formaður í læknafrøðiligu nevndini hjá italska fótbóltssambandinum, staðfest hetta: 

- Christian Eriksen kann ikki fáa grønt ljós til at spæla í Italia. Um leikarin ikki fær tikið kvikilin út, tí tað sum er galið kann lekjast, kann hann spæla fyri Inter aftur, greiðir læknin italskum miðli frá.

Harvið kann Eriksen ikki venda aftur til Italia, og um hann velur at halda fram at spæla, so skal hann finna eitt nýtt felag. Tað fer hann allarhelst ikki at hava nakran trupulleika við. Eitt er hansara dygdir, og hitt er, at tað er ikki nøkur yrkiskapping innan fótbólt, ið hevur nakrar reglur móti slíkum tólum, skrivar danska TV2.

Daley Blind hjá Ajax og Niðurlondum, sum seinastu árini hevur spælt við einum slíkum kvikli. Verjuleikarin gjørdist svimbul eftir Champions League-dyst í 2019, og fekk staðfest ein hjartafeil. Blind fekk ein kvikil, og tá hann á ein hátt small um í dysti í fjør fyri Ajax, fór tólið í gongd, og løtu seinni fekk hann gingið av vøllinum. Daley Blind spældi í EM-endaspælinum fyri Niðurlond.

Tað er óvist, hvat ætlanin hjá Christian Eriksen fyri framtíðina, og nær hann møguliga verður klárur at spæla aftur. 29-ára gamli danin hevur ikki tosað alemnt síðani hendingina fyri seks vikum síðani.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 23. juli 2021

56 Leygardagur 24. juli 2021

OL verður í Brisbane um 11 ár

Eftir at olympisku leikirnir hava verið í Japan, Fraklandi og Kalifornia kemur túrurin til Avstralia í 2032

IOC formaðurin, Thomas Bach, við óvæntaðu avdúkingini um OL-vertsskapin í 2032
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

Avstralski stórbýurin Brisbane verður vertur fyri olympisku og paralympisku leikunum í 2032. Tað varð avgjørdi altjóða olympiska nevndin, IOC, mikudagin.

Talan var um eina formssak, tí tað vóru ikki aðrir býir at velja ímillum.

IOC samtykti í 2019 nýggjar leiðreglur fyri, hvussu olympisku vertsbýirnir verða valdir. Brisbane varð so at siga beinanvegin valdur millum áhugaðu býurnar og fekk einkarrætt til at samráðast um at gerast olympiskur vertur.

Nýggju leiðreglurnar skuldu tryggja, at aðrir býir ikki óneyðugt brúka nógvar pengar í royndini at gerast vertsbýur.

Aðrir býir, ið annars høvdu víst áhuga vóru Budapest, Doha og Ruhr-økið í Týsklandi.

Mikudagin varð tað so formliga avgjørt, at Brisbane verður OL-býur í 2032. 72 atkvøddu fyri og fimm ímóti í ES-nevndini.

[object Object]
Stór frøi var í Brisbane, har tey hátíðarhildu tíðindini við stórum fýrverki (Mynd: EPA)

Burðardyggleiki
Brisbane leggur dent á burðardyggleika í sínum boði, og ætlanin er, at 84 prosent av bygningunum og økjunum til leikirnar longu eru til staðar í býnum, ella bara verða fyribils.

Sostatt verður ikki neyðugt at brúka nógvar milliardir krónur í OL-vertsskapin, eins og fyrr er sæð.

Sambært egnu tølunum hjá IOC, hevur Brisbane eina fíggjarætlan, sum er 80 prosent minni enn vertsbýirnir í 2020, 2024 og 2028.

- Vit vilja vísa heiminum, at miðalstórir býir og landslutir eisini kunnu vera vertir fyri OL uttan stórvegis fíggjarligar trupulleikar, segði politiski ovastin í Queensland-landslutinum, har Brisbane liggur, Annastacia Palaszczuk, við IOC-nevndarlimirnar.

Leikirnir í Tokyo í Japan eru júst byrjaðir. Í 2024 verða olympisku summarleikirnir í franska høvuðsstaðnum, Paris, og í 2028 í Los Angeles í Kalifornia. 

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 21. juli 2021

57
Leygardagur 24. juli 2021

Ólavsøkuskráin 2021

-

(Savnsmynd: Klara Johannessen)
SkrivaÐ:

.

27. juli

Tiltøk:
1600-1800: Hugbirtingar Listaframsýning hjá Kára Svensson. Stað: Smiðjan í Lítluvík, Gríms Kambans gøta 15.

1600-2000: Listaframsýning Lions Club Lions Club Tórshavn skipar fyri listaframsýning í Müllers pakkhúsi. Peningurin, ið kemur inn, fer óskerdur til vælgerandi endamál ella felagsskap. Stað: Müllers pakkhús.

Undirhald:
1400-1700: Sjósavnið Hygg eftir føroyskum fiskum. Royn at nerta við sjóverur, og hygg eftir løgna atburðinum hjá jákupsskeljum. Royn teg sum krabbafiskara. Stað: Rættargøta 8, Argir.

Ítróttur:
1700: AB-KÍ 1. deild menn Fótbóltsdystur í Betrideildini millum AB og EB/Streym. Stað: AB-vøllurin á Argjum.

1800: Ólavsøkurenning Rennikapping á Skálatrøð og út undir Bakka, sum Bragdið skipar fyri. Stað: Skálatrøð og út undir Bakka.

1900: Dystur millum tey lógkønu og tey hálshvítu Fótbóltsdystur millum politikkarar og prestar. Nemus N. Djurhuus dømir dystin. Stuðulstiltak fyri verkætlanina “Øll hava rætt til góð barnaár” hjá Bláa Krossi Føroya. "Liv Lívið" verður á staðnum og selur kaffi, okkurt søtt og rúsfría espressoskeykin. Ókeypis atgongd. Stað: Ovari vøllur í Gundadali.

[object Object]

28. juli

Tiltøk:
1100-2000: Listasavn Føroya Vælkomin á Listasavn Føroya á ólavsøku! Fasta framsýningin er opin báðar ólavsøkudagarnar frá kl. 11 til 20. Ólavsøkuframsýningin letur upp kl. 15 ólavsøkuaftan. Stað: Gundadalsvegur 9.

1200-1700: Summarframsýningin 2021 Norðurlandahúsið og Systrar hava opið á ólavsøku millum kl. 12-17. Finska summarframsýningin 2021, nabbteeri, er opin. Ókeypis atgongd. Stað: Norðari Ringvegur.

1400-1500: Skrúðgonga og setan Skrúðgonga við hornblásarum, ítróttafólki og býráðslimum. Gingið verður úr Tróndargøtu við Finsen oman á Vaglið, har Hallur Holm setir ólavsøkuna 2021. Stað: Vaglið.

1400-1800: Ólavsøkukappróðurin 2021 Kappróður, søla av drykkju- vørum og mati, undirhald fyri allar aldursbólkar. Vælumtókta Homlulandið fyri børn er ókeypis. Víst verður á møguleikan at keypa atgongumerki til kappróðurin á netinum. Stað: Eystara bryggja, Molin, Tinganes.

1400-2000: Hugbirtingar Listaframsýning hjá Kára Svensson. Stað: Smiðjan í Lítluvík, Gríms Kambans gøta 15.

1400-2000: Listaframsýning í Müllers pakkhúsi Lions Club Tórshavn skipar fyri listaframsýning í Müllers pakkhúsi. Peningurin, ið kemur inn, fer óskerdur til vælgerandi endamál ella felagsskap. Stað: Müllers Pakkhús.

1500-2000: Ólavsøkuframsýningin 2021 “Grøn eru grá hús” er heiti á Ólavsøkuframsýningini 2021 hjá Listafelag Føroya í Listaskálanum. Framsýningin er opin til og við 22. august 2021. Stað: Gundadalsvegur 9.

1500-1800: Elorka í Føroyum í 100 ár Framsýning, sum vísir menningina av elorku í Føroyum í 100 ár. Framsýningin er í auluni í Finsen. Stað: Aulan í Finsen.

1500-1900: Loyst úr leikum og lagdi Søluframsýning við heimavirkaðum vørum, sum áhugabólkur við 17 heimavirkisfólkum skipar fyri í Müllers pakkhúsi. Søluframsýningin er á ovaru hæddunum. Stað: Müllers Pakkhús, Sigmundargøta 21.

1500-2000: Listaframsýning Jógvan Kristiansson Glerfoss listamaður hevur listaframsýning við akrylmálningum á lørifti í Williamsstovu. Stað: N. Finsens gøta 16.

1600-2300: Opið hús í Skansahúsinum Skansahúsið er felagslon fyri hjálpar- og boðanarfelagsskapir. Høvi verður at heilsa upp á ymiskar felagsskapir. Stað: J.H. Schrøtersgøta 11.

1700: Frelsunarherurin Útimøti á Vaglinum. Skrúðgonga frá Frelsunarherinum í Tórsgøtu oman á Vaglið. Stað: Uttan fyri HNJ Bókhandil.

1700-1800: Fólkafundur á Háskúlanum Føroya Fólkaháskúli skipar fyri fólkafundi, har Ingi Rasmussen flytir fram røðu. Felagssangur og føroyskur dansur. Háskúlin bjóðar kaffi og køkur. Øll eru væl komin. Stað: Háskúlavegur 14.

1730: Ernst og vinfólk Løtt og elegant konsert við Ernst og vinfólkum í Havnar kirkju. Stað: Havnar kirkja.

1900-2000: Gleðiboð útimøti Samkoman Gleðiboð hevur útimøti á Trappuni. Stað: Vágsbotnur.

2100: Útimøti Útimøti á trappuni uttan fyri Ebenezer. Stað: N. Finsens gøta 18.

2200-2400: Opið hús í Meinigheitshúsinum Ung í Meinigheitshúsinum bjóða til opið hús frá kl. 22 og úteftir. Suppa og annað gott verður at fáa. Meira kunning á www.meinigheit.fo. Stað: Húsagøta 1.

2300: Frelsunarherurin Útimøti á Vaglinum. Skrúðgonga frá Frelsunarherinum í Tórsgøtu oman á Vaglið. Stað: Uttan fyri HNJ Bókhandil.

[object Object]

Undirhald:
1400-1500: Skrúðgonga og setan Skrúðgonga við hornblásarum, ítróttafólki og býráðslimum. Gingið verður úr Tróndargøtu við Finsen oman á Vaglið, har Hallur Holm setir ólavsøkuna 2021. Stað: Vaglið.

1400-1800: Ólavsøkukappróðurin 2021 Kappróður, søla av drykkju- vørum og mati, undirhald fyri allar aldursbólkar. Vælumtókta Homlulandið fyri børn er ókeypis. Víst verður á møguleikan at keypa atgongumerki til kappróðurin á netinum. Stað: Eystara bryggja, Molin, Tinganes.

1400-1900: Sjósavnið Hygg eftir føroyskum fiskum. Royn at nerta við sjóverur, og hygg eftir løgna atburðinum hjá jákupsskeljum. Royn teg sum krabbafiskara. Stað: Rættargøta 8, Argir.

1400-1900: SSB opið hús Skótafylki Sigmund Brestissonar býður øllum ólavsøkugestum niðan at vitja Skótahøllina við Havnará. Ymiskt verður sýnt fram og okkurt skótasligt virksemi verður á bønum við skótahøllina. Stað: Við Havnará.

1400-2100: ATV-koyring fyri børn Børn kunnu koyra ATV. Stað: Vestara bryggja.

1400-2100: Go-Kart-koyring Go-Kart-koyring fyri børn. Stað: Vestara bryggja

1400-2100: Paintball Paintball. Stað: Vestara bryggja. 

1400-2400: Go-Kart-koyring Go-Kart-koyring fyri vaksin. Stað: Vestara bryggja.

1400-0100: Kiwanis lutaseðlar Kiwanis hevur lutaseðlasølu á Áarvegnum um dagin og í Vágsbotni um kvøldið. Føroyskt 5- mannafar at vinna. Stað: Áarvegur, Vágsbotn.

1500-1800: Modellið av Tinganesi og Reyni Modellið av Tinganesi og Reyni hjá Birgar Johannesen verður sýnt fram. Stað: Perlan.

1500: Rógvi og drekin Barnaleikur í Grasagarði. Stað: Grasagarður í miðbýnum.

1600: Trøllapætur Leikur fyri børn í Perlutúni. Stað: Perlutún, Tórsgøta.

1600-1700: Ráðhústrappan Harmonikufelagið. Stað: Vaglið.

1600-0400: Liv Lívið (Blái Krossur) Eitt stað hjá teimum ungu at hugna sær uttan alkohol. Ókeypis matur, drekka, tónleikur og hugni. Rúsfrí barr – eitt alternativ til rúsdrekka – har alkoholfríir drykkir verða seldir. Stað: Tórsgøta 10.

1700: Lítli Klávus og Stóri Klávus Barnasjónleikur í Perlutúni. Stað: Perlutún, Tórsgøta.

1800: Bubu Barnasjónleikur á Trappuni í Vágsbotni.

1800-1845: Ráðhústrappan Magni Christiansen. Stað: Vaglið.

1800: GHM GHM spælir nøkur løg á Ebenezer trappuni. Stað: N. Finsensgøta

1800: Ólavsøkukabarettin Katrin Joensen-Næs leikstjórnar ársins Ólavsøkukabarett. Stað: Sjónleikarhúsið.

1800: Essabarr Ása Brynjarsdóttir spælir í Essabarr. Stað: Áarvegur.

1900-1945: Ráðhústrappan Signar í Homrum og John Johannesen. Stað: Vaglið.

1930: Ólavsøkukabarettin Katrin Joensen-Næs leikstjórnar ársins Ólavsøkukabarett. Stað: Sjónleikarhúsið.

2000-2045: Ráðhústrappan Sway, tónleikaframførsla. Stað: Vaglið.

2000-2200: Harmonikuhugni og dansur í Vágsbotni Harmonikuhugni og dansur, Jógvan Elias og vinmenn. Stað: Vágsbotnur.

2100: Ólavsøkukabarettin Katrin Joensen-Næs leikstjórnar ársins Ólavsøkukabarett. Stað: Sjónleikarhúsið.

2200-2245: Ráðhústrappan Eyðun og Rani Nolsøe. Stað: Vaglið.

Ítróttur
1400-1800: Ólavsøkukappróðurin 2021 Kappróður, søla av drykkju- vørum og mati, undirhald fyri allar aldursbólkar. Vælumtókta Homlulandið fyri børn er ókeypis. Víst verður á møguleikan at keypa atgongumerki til kappróðurin á netinum. Stað: Eystara bryggja, Molin, Tinganes.

1800: Kappsvimjing á vágni Aftan á kappróðurin verður sum vant skipað fyri kappsvimjing á Vágni fram við Molanum. Stað: Eystaravág.

1800: B36-TB Betri dystur millum B36 og TB á Ovara vølli. Stað: Gundadalur.

1830-1930: Ólavsøku talvdystur Dystur millum Havnar Telvingarfelag og Klaksvíkar Telvingarfelag í Finsen. Telvað verður á 10 borðum. Áskoðarar ókeypis atgongd.  Stað: Tróndargøta 52.

1900-21.00: Kyndil-VÍF Árligi ólavsøkudysturin millum Kyndil og VÍF í Høllini á Hálsi. Stað: Stórhøllin á Hálsi

[object Object]

29. juli

Tiltøk
1000: Gudstænasta í Mariukirkjuni Gudstænasta. Stað: Mariukirkjan, Mariugøtu 4.

1100-1200: Havnar kirkja Ólavsøkugudstænasta við Mariu Jørðdal Niclasen presti. Stað: Havnar kirkja.

1100-2000: Listasavn Føroya Vælkomin á Listasavn Føroya á Ólavsøku! Fasta framsýingin er opin báðar ólavsøkudagarnar frá kl. 11 til 20. Stað: Gundadalsvegur 9.

1100-2000: Ólavsøkuframsýningin 2021 “Grøn eru grá hús” er heiti á Ólavsøkuframsýningini 2021 hjá Listafelag Føroya í Listaskál- anum. Framsýningin er opin til og við 22. august 2021. Stað: Gundadalsvegur 9.

1200-1400: Skrúðgonga og kórsangur Skrúðgonga úr Havnar kirkju við løgtingslimum, prestum og øðrum embætisfólki niðan á Tinghúsvøllin, har Ólavsøkukórið syngur undir leiðslu Bernharðs Wilkinsonar. Stað: Vaglið.

[object Object]

1200-1700: Summarframsýningin 2021 Norðurlandahúsið og Systrar hava opið á ólavsøku millum kl. 12-17. Finska Summarframsýningin 2021: nabbteeri er opin. Ókeypis atgongd. Stað: Norðurlandahúsið, Norðari Ringvegur.

1400-2000: Listaframsýning í Müllers pakkhúsi Lions Club Tórshavn skipar fyri listaframsýning í Müllers pakkhúsi. Peningurin, ið kemur inn, fer óskerdur til vælgerandi endamál ella felagsskap. Stað: Müllers Pakkhús.

1400-2000: Hugbirtingar Listaframsýning hjá Kára Svensson. Stað: Smiðjan í Lítluvík, Gríms Kambans gøta 15.

1400-2000: Listaframsýning Jógvan Kristiansson Glerfoss listamaður hevur listaframsýning við akrylmálningum á lørifti í Williamsstovu. Stað: N. Finsens gøta 16.

1430-1530: Havnar Hornorkestur Havnar Hornorkestur hevur ólavsøkukonsert við spennandi og fjølbroyttari tónleikaskrá. Stað: Vaglið, við Býráðshúsið.

1500-1700: Søgur um ull Framsýning av lutum úr ull og signering av bókini “Søgur um ull” eftir Ásu Hátún. Bókin fæst fyri serprís henda dagin. Stað: NÁM, Hoyvíksvegur 72.

1500-1800: Elorka í Føroyum í 100 ár Framsýning, sum vísir menningina av elorku í Føroyum í 100 ár. Framsýningin er í auluni í Finsen. Stað: Aulan í Finsen.

1500-1900: Loyst úr leikum og lagdi Søluframsýning við heimavirkaðum vørum, sum áhugabólkur við 17 heimavirkisfólkum skipar fyri í Müllers pakkhúsi. Søluframsýningin er á ovaru hæddunum. Stað: Müllers Pakkhús, Sigmundargøta 21.

1600-1800: Móttøkuhúsið er opið Tórshavnar móttøkuhús og myndasavn í Tróndargøtu er opið, og høvi er at síggja spennandi listasavnið hjá Tórshavnar Kommunu. Stað: Tróndargøta 42.

1600-1800: Ráðhúsið er opið Høvi verður at síggja Ráðhúsið og málningalist. Stað: Vaglið

1600-1800: Býráðssalurin er opin Høvi verður at síggja býráðssalin og málningalist. Stað: Vaglið

[object Object]
(Savnsmynd: Klara Johannesen)

1700: Frelsunarherurin Útimøti á Vaglinum. Skrúðgonga frá Frelsunarherinum í Tórsgøtu oman á Vaglið. Stað: Uttan fyri HNJ Bókhandil.

1700-2000: Westward Ho – Opið skip Sluppin Westward Ho hevur opið fyri almenninginum. Stað: Høgukei.

1700-2300: Opið hús í Skansahúsinum Skansahúsið er felagslon hjá hjálpar- og boðanarfelagsskapum. Høvi verður at heilsa upp á ymiskar felagsskapir. Stað: J.H. Schrøtersgøta 11.

[object Object]

1900: Fólkafundur á Doktaragrund Unga Tjóðveldið skipar fyri fólkafundi á Doktaragrund. Á skránni eru røður og tónleikur. Stað: Doktaragrund, úti á Reyni.

1900-2230: Sangløta í Meinigheitshúsinum Ólavsøkudag lata dyrnar upp kl. 19, tá øll fáa suppu og kaffi til matna. Kl. 20 verður sangmøti. Taborkórið og sangkreftir av Toftum fara at luttaka. Bergur D. Joensen prestur boðar guds orð. Eisini verður drekka og hugnaløta eftir møtið. Meira kunning á www.meinigheit.fo. Stað: Húsagøta 1

2100: Útimøti Útimøti á trappuni uttan fyri Ebenezer. Stað: N. Finsens gøta 18.

2200: Opið hús í Meinigheitshúsinum Ung í Meinigheitshúsinum bjóða til opið hús frá kl. 22 og úteftir. Suppa og annað gott verður at fáa. Meira kunning á www.meinigheit.fo. Stað: Húsagøta 1.

2300: Frelsunarherurin Útimøti á Vaglinum. Skrúðgonga frá Frelsunarherinum í Tórsgøtu oman á Vaglið. Stað: Uttan fyri HNJ Bókhandil.

Undirhald
1400-1900: Sjósavnið Hygg eftir føroyskum fiskum. Royn at nerta við sjóverur, og hygg eftir løgna atburðinum hjá jákupsskeljum. Royn teg sum krabbafiskara. Stað: Rættargøta 8, Argir.

1400-1900: SSB opið hús Skótafylki Sigmund Brestissonar býður øllum ólavsøkugestum niðan at vitja Skótahøllina við Havnará. Ymiskt verður sýnt fram og okkurt skótasligt virksemi verður á bønum við skótahøllina. Stað: Við Havnará.

1400-2100: ATV-koyring fyri børn Børn kunnu koyra ATV. Stað: Vestara bryggja.

1400-2100: Go-Kart-koyring Go-Kart-koyring fyri børn. Stað: Vestara bryggja

1400-2100: Paintball Paintball. Stað: Vestara bryggja.

1400-2400: Go-Kart-koyring Go-Kart-koyring fyri vaksin. Stað: Vestara bryggja.

[object Object]

1430-1530: Havnar Hornorkestur Havnar Hornorkestur hevur ólavsøkukonsert við spennandi og fjølbroyttari tónleikaskrá. Stað: Vaglið, við Býráðshúsið.

1500: Kæti Leikur fyri børn í Grasagarði. Stað: Grasagarður í miðbýnum.

1500-1800: Modellið av Tinganesi og Reyni Modellið av Tinganesi og Reyni hjá Birgar Johannesen verður sýnt fram. Stað: Perlan.

1600-1700: Ráðhústrappan Herborg við Sandá. Stað: á Vaglinum.

1600-1700: Sway í Perlutúni Tónleikaframførsla fyri børnum. Stað: Perlutún, Tórsgøta.

1600-0100: Kiwanis lutaseðlar Kiwanis hevur lutaseðlasølu á Áarvegnum um dagin og í Vágsbotni um kvøldið. Føroyskt 5-mannafar at vinna. Stað: Áarvegur, Vágsbotn

1600-0400: Liv Lívið (Blái Krossur) Eitt stað hjá teimum ungu at hugna sær uttan alkohol. Ókeypis matur, drekka, tónleikur og hugni. Rúsfrí barr – eitt alternativ til rúsdrekka – har alkoholfríir drykkir verða seldir. Stað: Tórsgøta 10.

1700: Lítli Klávus og Stóri Klávus Barnasjónleikur í Perlutúni. Stað: Perlutún, Tórsgøta.

1800: Bubu Barnasjónleikur á Trappuni í Vágsbotni.

1800-1845: Ráðhústrappan Stongum & Guttesen. Stað: Vaglið.

1800: Ólavsøkukabarettin Katrin Joensen-Næs leikstjórnar ársins Ólavsøkukabarett. Stað: Sjónleikarhúsið.

1900-1945: Ráðhústrappan Uni Debess og Edward Nyholm Debess. Stað: á Vaglinum.

1930: Ólavsøkukabarettin Katrin Joensen-Næs leikstjórnar ársins Ólavsøkukabarett. Stað: Sjónleikarhúsið.

2000-2045: Ráðhústrappan Hanus G. Stað: á Vaglinum.

2000-2200: Harmonikuhugni og dansur í Vágsbotni Harmonikuhugni og dansur, Jógvan Elias og vinmenn. Stað: Vágsbotnur.

2100: Ólavsøkukabarettin Katrin Joensen-Næs leikstjórnar ársins Ólavsøkukabarett. Stað: Sjónleikarhúsið.

2200-2245: Ráðhústrappan Kim Hansen og Terji Rasmussen. Stað: á Vaglinum.

[object Object]

Ítróttur

1500: Kappríðing Føroya Ríðingafelag skipar fyri kappríðing í Marknagili. Stað: Marknagil uppi við Oyggjarvegin.

30. juli

Tiltøk
1400-1800: Hugbirtingar Listaframsýning hjá Kára Svensson. Stað: Smiðjan í Lítluvík, Gríms Kambans gøta 15.

1400-1800: Listaframsýning Jógvan Kristiansson Glerfoss listamaður hevur listaframsýning við akrylmálningum á lørifti í Williamsstovu. Stað: N. Finsens gøta 16.

1500-1900: Loyst úr leikum og lagdi Søluframsýning við heimavirkað- um vørum, sum áhugabólkur við 17 heimavirkisfólkum skipar fyri í Müllers pakkhúsi. Søluframsýningin er á ovaru hædd- unum. Stað: Müllers Pakkhús, Sigmundargøta 21.

1600-2000: Listaframsýning í Müllers pakkhúsi Lions Club Tórshavn skipar fyri listaframsýning í Müllers pakkhúsi. Peningurin, ið kemur inn, fer óskerdur til vælgerandi endamál ella felags- skap. Stað: Müllers Pakkhús.

31. juli

Tiltøk

1130: Teskandi Varðar Matiné í Havnar Kirkju við Kim Kristensen, klaver, og Rógva á Rógvu, trummur. Stað: Havnar Kirkja.

1400-1800: Listaframsýning Jógvan Kristiansson Glerfoss listamaður hevur listaframsýning við akrylmálningum á lørifti í Williamsstovu. Stað: N. Finsensgøta 16.

1400-1800: Hugbirtingar Listaframsýning hjá Kára Svensson. Stað: Smiðjan í Lítluvík.

1500-1900: Loyst úr leikum og lagdi Søluframsýning við heimavirkaðum vørum, sum áhugabólkur við 17 heimavirkisfólkum skipar fyri í Müllers Pakkhúsi. Søluframsýningin er á ovaru hæddunum. Stað: Müllers pakkhús, Sigmundargøta 21.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 24. juli 2021