Lat aftur Yvirlit list articles in edition

Leygardagur 31. juli 2021 | Nr. 31 | Árgangur 2 | Kr. 0,00

Leggja seinastu hond á Ruth

SíÐa 4

1 Leygardagur 31. juli 2021

Góðan lesihug og gott Vikuskifti

Nýggj útgáva hvønn leygarmorgun kl. 7

Oddagrein

Ein væl eydnað ólavsøka uttan (korona)skil

Ólavsøkan er lokin – veðrið var fantastiskt, og nógv fólk hugnaðu sær í høvuðsstaðnum.

Men hesir góðveðursdagarnir vístu okkum, at onki fantilsi er á hvussu koronatilmælini verða handfarin her á landi.

Í summum førum gjørdist støðan grotesk.

Í sjónvarpinum sóðu vit, hvussu prestar, politikarar og embætisfólk vórðu spjadd kring alla dómkirkjuna í tryggari koronafrástøðu, fyri síðan at halda leiðina út í býin, har onki tilmæli var hildið, í hvussu so er ikki hvat frástøðu viðvíkur.

Prestar, politikarar og embætisfólk, sum ikki kundu sita saman í kirkjuni, marsjeraðu eins og tey eru von. Fólkið stóð líka so tætt fram við skrúðgonguni, sum tey altíð plaga.

Kravið um, at í mesta lagi 500 fólk kunnu savnast á einum stað var ein býur í Kina, og undir tinghúsanum trokaðust prestar, politikarar og embætisfólk saman við sangkórinum fyri at syngja øll trý ørindini av tjóðsanginum í felag.

Hóast tað at syngja er tað farligasta vit kunnu gera saman, sambært serfrøðini.

Á midnátt legði Føroya fólk vertin í øll tilmæli og savnaðist – eins og tey plaga – á Vaglinum at syngja Vágagellu og Kom & dansa. Einasti munur var, at ongin sang fyri. Mannafjøldin var – at síggja til – eins stór, og hon plagar at vera.

Hvussu nógva ferðir 500 fólk vóru savnað, er tað helst ongin sum veit. Neyvan er nakar myndugleikapersónur, ið var ella er áhugaður í at telja heldur.

Uppaftur meira groteskt gjørdist tað seinni út á náttina – tá Tórshavnar kommuna, fyrireikarin av koronatryggu ólavsøkuni, bar so í bandi, at allir ólavsøkugestir fingu høvi at síggja finaluna í olympiskari einskullararógving yviri í Tokyo beinleiðis á risastórum sjónvarpsskíggja, ið varð hongdur upp á Kongabrúnni.

Ongin áheitan um heldur at fara heim at hyggja eftir Sverra Sandberg. Nei – trokið tykkum heldur saman, so at vit kunnu fáa eitt felags tjóðarsavnandi upplivilsi saman.

Tiltakið var fínt og væleydnað uttan at nakar datt á sjógv, tíbetur. Tíverri megnaði Sverri ikki at liva upp til egnar málsetningar um heiðursmerki, men tað ger ikki hansara avrik slakari, tí tað var eitt bragd, vit upplivdu.

Samanumtikið tora vit at halda fast um, at ólavsøkan í ár á ongan hátt yvirhelt galdandi koronareglur, men vit vita eisini, at ongin fer at gera nakað við tað.

Eftir sita teir fyrireikarar, ið ikki kundu halda síni tiltøk, tí tey virdu tilmælini frá tí almenna. Við skegginum í postkassanum tí tey hava mist stórar inntøkur, eitt nú til at reka sjálvboðið ítróttaligt ella mentanaligt virksemi.

Summi sleppa – onnur ikki. Nei, onki skil er í yvirhøvur.

Líka mikið um talið av smittaðum eftir ólavsøku fer at eksplodera ella ikki. Hvørki høvd ella hali er í, og brot á reglurnar fáa jú heldur ikki avleiðingar, serliga tá tað eru landsins allar hægstu menn, sum ganga á odda at bróta reglurnar.

Her dumpaðu bæði løgmaður og borgarstjóri - við glans. Einasti av hesum landsins kosnu monnum, sum kom gjøgnum hátíðina, so nøkulunda við skinninum á nøsini, var bispur. 

SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

  • Blaðið

    Stovnað 2020

    Útgevari: Knassar

    Upplag: 11171

    Lisnar síður: 32276

    Dagført 10. hvørt sekund
  • Samband

    tel. 20 80 80

    [email protected]



    Ingi Samuelsen

    Redaktørur

    [email protected]

    tel. 22 22 73


  • Borgar Kristiansen

    Lýsingarráðgevi

    [email protected]

    tel. 23 66 01

2 Leygardagur 31. juli 2021

Minti politikararnar um at liva lívið

Kvívíksprestur, Maria Jørðdal Niclasen, helt eina ópolitiska prædiku fyri landsins kosnu

 
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

“Tonk at lívið kostar lívið” var útgangsstøðið í ólavsøkuprædikuni, sum kvívíksprestur, Maria Jørðdal Niclasen, helt fyri landsins kosnu kvinnum og monnum í dómkirkjuni í dag, ólavsøkudag.

Prædikan gjørdist ongantíð politisk, beinleiðis, men var ein staðilig áheitan á at taka upp lívsins avbjóðingar og fylkjast um krossmerki Ólavs heilaga. Ólavsøkan minnir okkum um hvat tað er, sum sjóðar okkum føroyingar saman tvørtur um ósemjur annars og persónligar preferansur.

Tí vit eru fødd inn í henda felagsskap, ella tilvitað hava valt at flyta inn í felagsskapin.

Áheitanin til politikararnar var tí orðið “Effata – opna teg”, hjá Markus evangelisti. At tora at opna seg fyri Guði, fyri lívinum, fyri medmenniskjuni og fyri sær sjálvum – eisini hóast krossurin hjá tí einstaka kann vera tungur at bera.

Maria Jørðdal Niclasen stuðlaði seg til nógv mæt skøld í síni prædiku. Umframt evangelistin úr bíbliuni eisini Jørgen Gustava Brandt, Pól F. Joensen og Søren Kierkegaard, men eisini yngri skøld, Teit Lassen, sum minnir á at mistøk kunnu gerast meistaraverk og Daniu O. Tausen og hennara áheitan: “Skál fyri okkum, sum hvønn dag royna okkara besta”.

Ólavsøkugudstænastan var aftur í ár fyri afturlatnum hurðum, tað vil siga, bert fyri innbodnum. Eitt vælljómandi Kvívíkar sangkór undir leiðslu av Boga K. Mouritsen stóð fyri sanginum.

Eftir gudstænastuna fóru politikarar, embætisfólk og prestar í skrúðgongu niðan á Tinghúsvøllin, har tey vóru móttikin av einum væl mannaðum og kvinnaðum kóri undir leiðslu av Bernharði Wilkinssyni. 

[object Object]

[object Object]

[object Object]

[object Object]

[object Object]

[object Object]

Fleiri myndir her

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 29. juli 2021

3 Leygardagur 31. juli 2021

- Sverri Sandberg er fyrimyndin hjá okkum øllum

Eins og rógvarin úr Miðvági setir landsstýrið sær eisini høg stavnhald - tá ferðin vónandi skjótt verður sett uppaftur, segði Bárður á Steig Nielsen millum annað í røðu síni á tingi í dag

 
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

Løgmaður brúkti føroyska OL-rógvaran, Sverra Sandberg Nielsen, úr Miðvági sum fyrimynd og útgangsstøði, tá hann í dag greiddi løgtinginum og Føroya fólki frá, hvørjar ætlanir landsstýrið hevur fyri komandi árið.

“Trivnaður, tryggleiki, vøkstur” er stavnhaldið, tá Føroyar vónandi skjótt koma upp í fulla ferð aftur, segði Bárður á Steig Nielsen.

Og málsetningurin er høgur. Eins og Sverri úr Miðvági hevur sum stavnhald at vera heimsins besti rógvari, ætlar løgmaður, at Føroyar skulu gerast millum bestu samfeløg.

[object Object]

Skapa eitt samfelag í serflokki
“Latum okkum finna góða áralagið, gera dreym til veruleika og skapa eitt samfelag í serflokki við trivnaði, tryggleika og burðardyggum vøkstri sum stavnhaldi”, segði løgmaður.

- Sverri Sandberg Nielsen, hevur ongantíð dult fyri, at málið var eitt heiðursmerki.  Men sama hvussu líður eftir, hevur hann longu verið okkum ein fyrimynd. Við at droyma stórt og umseta dreymin til ítøkiligt mál. At arbeiða hart og ongantíð taka eyguni av málinum. At trúgva á egin evni og síggja seg líka góðan sum kappingarneytarnir, legði hann afturat.

Í røðu síni kom løgmaður inn á hópin av økjum, sum landssstýrið ætlar at gera nakað við fyri at skapa trivna, tryggleika og burðardyggan vøkstur.

Les løgmansrøðuna her

Burtur úr rúgvuni kunnu vit nevna at fáa til vega bústað til øll, ið leita eftir onkrum at búgva í. Hetta skal gerast við Bústøðum og í góðum samstarvi við vinnuna. Landsstýrið hevur eisini sett sær fyri, at útlendingar ikki skulu seta seg á allar bústaðirnar, og bert fáa loyvi at keypa býli eftir umsókn.

Koyra til Suðuroyar áðrenn 2030
Strandferðslan skal eisini hevjast til at gerast ein viðspælari, sum skapar trygd og trivnað í samfelagnum, og tí eru ávís økir her, sum skulu endurskoðast.

Suðuroyartunnilin er nú ein ítøkiligur málsetningur hjá landsstýrinum, og løgmaður lovaði, at koyrandi verður innan 2030.

Á búskaparliga økinum roknar løgmaður við, at hall verður í landskassanum aftur í ár, eins og í fjør, orsaka av koronastøðuni, men seinast í 2023 skal landskassin aftur geva avlop, sum líðandi skal vaksa, fyri at minka um skuld og verja móti ringari tíðum.

Løgmaður nam eisini við støðuna á arbeiðsmarknaðinum og staðfesti, at støðan við verkføllum ikki er haldgóð.

- Vit mugu tryggja, at lív og heilsa ikki verða sett í váða orsakað av ósemjum á arbeiðsmarknaðinum. Vit skulu virða verkfallsrættin, men verandi støða er ikki haldgóð. Her skal ein betri loysn finnast, segði løgmaður.

Nýtt fongsul
Løgmaður avdúkaði eisini, at landsstýrið nú arbeiðir við at fáa bygd eitt nýtt fongsul í Føroyum.

Fongsulsviðurskiftini eru ikki nøktandi, segði løgmaður:

- Vit skulu hava eitt tíðarhóskandi fongsul, har til ber at mennast og útbúgva seg. Eg haldi bestu loysnina vera at byggja nýtt fongsul, ið nøktar tørvin.

Eisini nam hann við tørvin á at tálma oljunýtsluni á landi, og boðaði frá, at uppskot um nýggjan orku- og veðurlagspolitikk verður lagt fram í heyst.

Vil hava burðardyggan makrelfiskiskap aftur
Og tá tað kemur til burðardyggleika vísti løgmaður á, at støðan viðvíkjandi makrelfiskiskapinum als ikki er nøktandi, nú Føroyar og Noreg hava ásett egnar kvotur.

“Brexit ger samráðingarnar truplari. Føroyar og Noreg hava ásett sína egnu makrelkvotu í ár, men eg vóni, at strandarlondini finna eina breiða semju sum skjótast, tí vit skulu hava burðardygga veiðu í øllum liðum.

[object Object]

[object Object]

[object Object]


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 29. juli 2021

4
Leygardagur 31. juli 2021

Leggja seinastu hond á Ruth

Vit hava vitjað umborð á Ruth, sum liggur á Karstensens Skibsværft í Skagen. Um nakrar vikur skal skipið handast kvívíkinginum Gullak Madsen

Á brúnni vóru menn í holt við at fáa skíggjarnar upp at koyra
SkrivaÐ:

Kiran Jóanesarson

Greinin er gjørd í samstarvi við Fishfacts

Føroyingurin Gullak Madsen, sum er búsitandi í Hirtshals, fær sín annan nýbygning handaðan um ein mánað.

Í vikuni vóru vit umborð á snotiliga uppsjóvarskipinum, sum danskir miðlar hava umrøtt sum eitt 5-stjørnað gistingarhús fyri manningina.

[object Object](Mynd: Kiran Jóanesarson)

[object Object](Mynd: Kiran Jóanesarson)

Talan verður um eitt framkomið uppsjóvaskip, sum er knappar 90 metrar langt, og 18 metrar breitt, sum er eitt vet størri enn gamla Ruth, sum varð seld til Norra í fjør.

At siga “gamla” Ruth er kanska í so nógv sagt, tí skipið varð bygt á Karstensens Skibsværft í 2016, og var fyrsti nýbygningurin hjá Gullak Madsen.

Nýggja Ruth verður tó eitt vet størri, og fer at lasta umleið 3700 tons, sum eisini er nakað meira enn undanfarna Ruth.

Umborð eru 16 kølitangar, og skipið hevur alla tí framkomnastu tøknina. Skiparar verða føroyingarnir Mikkjal Godtfred og Hans Jacob Petersen, sum báðir hava siglt við Ruth í nøkur ár.

[object Object]Hans Jacob Petersen, skipari (Mynd: Kiran Jóanesarson)

Eins og undanfarna Ruth skal hendan Ruth fiska svartkjaft, makrel, sild og annan uppsjóvarfisk, sum verður nýttur bæði til matna og ídnað.

Við nýbygninginum tekur føroyingurin Gullak Madsen í Hirtshals aftur heitið sum reiðari á størsta fiskiskipinum í Danmark. Nýggja Ruth verður tveir metrar longri og ein knappan metur breiðari enn Ruth frá 2016, men missir heitið aftur tá ið Henning Kjeldsen yvirtekur nýggju Gitte Henning.

[object Object]Pól M. Jensen, maskinmeistari (Mynd: Kiran Jóanesarson)

[object Object]Stórur partur av maskinuni er pakkaður inn, tí nú skal alt málast (Mynd: Kiran Jóanesarson)

[object Object]Umstøðurnar eru góðar hjá manningini. Her sæst partur av messuni (Mynd: Kiran Jóanesarson)

Skrokkurin er sama slag sum skrokkurin hjá Christian í Grótinum
Skrokkurin hjá nýggju Ruth er sama slag sum skrokkurin hjá Christian í Grótinum, sum kom til Skagen mánadagin, har skipið skal gerast liðugt.

Skipini hava eisini nakað tað sama av útgerð. Eitt nú kann nevnast sama tal av tangum og annað hóast skipini ikki líkjast í útsjónd. Bæði skipini eru tó egið snið frá Karstensens Skibsværft.

Nýggja Ruth skuldi eftir ætlan latast Gullak Madsen í juni, men sum vanligt er, so er skipið nakað seinkað, og nú verður væntað, at tað verður liðugt síðst august ella fyrst í september.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 31. juli 2021

5

Størv

Fíggjarleiðari til Tórshavnar kommunu

Meira Umsóknarfreist: 10. mai 2024

Starvsfólk til Radiodeildina hjá NET

Meira Umsóknarfreist: 20. mai 2024

Vísindastarv í støddfrøði, kt-didaktikki og/ella náttúru & tøkni á Námsvísindadeildini

Meira Umsóknarfreist:

Bókhaldsfólk til P/F Frost

Meira Umsóknarfreist: 13. mai 2024

Skrivstovufulltrúi/Skrivstovufólk til Fróðskaparsetrið

Meira Umsóknarfreist: 23. mai 2024

Undirvísari til Sjónám

Meira Umsóknarfreist: 17. mai 2024

Fulltrúi til Heilsumálaráðið

Meira Umsóknarfreist: 20. mai 2024

Journalleiðari

Meira Umsóknarfreist: 23. mai 2024

Nordiska ministerrådet söker direktör till Nordens institut i Grönland (Nuuk)

Meira Umsóknarfreist: 14. mai 2024

Fiskarøktarar til smoltstøðina á Fútakletti

Meira Umsóknarfreist: 13. mai 2024

Seniorrådgivare inom politikområdet utbildning och forskning till Nordiska ministerrådet i Köpenhamn

Meira Umsóknarfreist: 13. mai 2024

Smiður

Meira Umsóknarfreist: 13. mai 2024
6
Leygardagur 31. juli 2021

Hildu tað vera eitt ferðamannaskip

Serstaka sniðið á nýggja Christiani í Grótinum ger, at ferðafólk í Skagen ikki vita at talan er um eitt fiskiskip

(Mynd: Kiran Jóanesarson)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

"Hvat er hetta fyri eitt skip? Tað líkist einari marglætisjátt", segði eitt ferðafólk í Skagen, sum Portalurin tosaði við seinnapartin. Ein donsk kvinna, helst búsitandi í Skagen, sum vit møttu løtu seinni, fekk heldur ikki greiði á hvat slag av skipi talan var um.

Nakrar tímar frammanundan var sleiparin Formidable komin úr Pólandi til Skagen við skrokkinum av Christiani í Grótinum, sum er nevyt líkur tí hjá Ruth, sum liggur við somu bryggju og skal vera liðug í heyst. Munurin sæst serliga á brúnni, sum er serstøk í mun til onnur uppsjóvarskip, sum vit hava sæð seinastu árini.

Skrokkurin er 90 metrar langur og 17-18 metrar breiður. Kostnaðurin er umleið 300 milliónir, og skipið skal eftir ætlan latast reiðarínum í januar.

Vit tóku myndir tá skrokkurin kom til Skagen

[object Object]

[object Object]

[object Object]

[object Object]

Fleiri myndir her


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 26. juli 2021

7 Leygardagur 31. juli 2021

Føroyingur vunnið eina millión í Lotto

Tað var ein Lotto-spælari í Havn, sum farna vikuskifti var so heppin at vinna

(Savnsmynd)
SkrivaÐ:

Alda Nielsdóttir

Leygarkvøldið var ein føroyingur so heppin at vinna eina millión krónur í Lotto.

Umframt vanliga Lotto-vinningin til tann, sum er so heppin at fáa sjey røtt tøl (sum hesaferð var 13 milliónir) verður eisini drigið um tveir vinningar á eina millión hvørja viku millum spælararnar – Millionærgarantien.

Sambært Danske Spil spældu báðir vinnararnir við umvegis danskespil.dk, men úr hvør sínum enda av kongaríkinum.

Eini millióningurin sat í Lemvig í Vesturjútlandi, meðan hin sat í Havn.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 25. juli 2021

8 Leygardagur 31. juli 2021

50 av hesum el-rennihjólunum komin til landið

Rennihjól sum kunnu leigast umvegis eina app eru nú komin til Føroya. Eitt byrjunargjald upp á 6 krónur fyri túrin, og síðani 2 krónur um minuttin

(Mynd: Hopp)
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Fríggjadagin lat nýggj tænasta upp fyri havnarborgarum og øðrum, ið ferðast í havnargøtum. Tað eru eyðkendu el-rennihjólini, ið seinastu árini eru vorðin partur av býarmyndini í stórbýum kring okkum.

Íslendski veitarin Hopp stendur aftan fyri tænastuna. Hjá Hopp er altíð talan um sonevnt franchise, har lokalar kreftir reka tænastuna sum loyvishavarar. Hetta tryggjar, at atlit vera tikin til býin, og at tænastan er so góð fyri brúkaran sum til ber. 

Í Føroyum er tað Ebbi Asgeirsson, ið er loyvishavari, og fer at reka fyritøkuna. Í hesum sambandi eru 50 akfør komin í Havnargøtur.

Havnin er tíggjundi býurin, har Hopp veitir el-rennihjól bíliga og ómaksleyst til leigu. Fyritøkan hevur við góðari eydnu, veitt tænastuna í býum sum Reykjavík, Akureyri, Egilsstøðum og Costa Blanca. Í næstum verður Hopp eisini at finna í Miami, umframt býum í Kosovo og Rumenia.

Hopp man vera eitt tað størsta frambrotið í umleggingini til grøna orku í ferðsluni í Føroyum. Rennihjólini vera el-drivin, eins og bilarnir, ið viðlíkahalda tey eisini eru el-drivnir. Hetta kann lætta munandi um ferðsluna í miðbýnum, og kann saman við bussunum vera eitt veruligt alternativ til bilin.

Tað er bæði bíligt og ómaksleyst at brúka akførini. Tú tekur niður appina Hopp Scooters, stovnar tær ein brúkara og leggur gjaldskortið inn. Tú leggur telefonina í rennihjóli, og so ert tú klárur at  koyra.

Eitt byrjunargjald á 6 krónur er fyri hvønn byrjaðan túr, eftir hetta rindar tú 2 krónur um minuttin. Til ber at seta akfarið í biðistøðu. Tá er minuttgjaldið 1 krónu um minuttin.

Akførini hava hámarksferð á 25 km/t, og eru sera vælegnað til styttri túrar. Hvørt akfar kann koyra 45 km fyri hvørja løðing. Hopp Tórshavn hevur støðugt eftirlit og heintar akførini inn til løðingar og viðlíkahald, tá tørvur er á tí.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 30. juli 2021

9 Leygardagur 31. juli 2021

Myndugleikarnir søgdu at koppsetti tú teg, slapst tú á ólavsøku - tað passar bara ikki heilt

Bara fýra dagar áðrenn ólavsøku gjørdu myndugleikarnir enn eina roynd at fáa fólk at koppseta seg. Hesaferð við ólavsøkuni sum gularót. Trupulleikin er bara tann, at tað tekur átta dagar frá at vaksinan verður sproytað, til hon virkar

(Mynd: Jens Kr. Vang)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

“Meira enn helvtin av øllum føroyingum er nú liðugt koppsett fyri koronu. Hjá øðrum ber til at lata seg koppseta fyri ólavsøku, og koppsetingarbólkurin mælir staðiliga til, at tey, ið enn mangla annað ella bæði prikini, halda seg framat. Liðugt koppsett verða ikki sett í sóttarhald, so ólavsøkan hjá teimum kemur ikki í vanda”.

Soleiðis segði koppsetingarbólkurin í einum tíðindaskrivi á heimasíðuni hjá Heilsumálaráðnum fyri nøkrum døgum síðani. Seinastu tíðina hevur tað gingið nakað seinni at koppsett, enn tað kundi, og tað hevur fingið myndugleikarnir at gera ymsar royndir at lokka fólk.

Trupulleikin er bara, at allur sannleikin var ikki sagdur. Fyri at vera koppsettur, skulu átta dagar ganga aftaná seinna prikið, og tískil er eingin av teimum, sum orsakað av hesari áheitanini hava latið seg prikað, fult koppsettur á ólavsøku. Í besta føri eru tey fult koppsettt leygardagin tá midnáttarsangur og annað langt síðani er yvirstaðið.

- Ein gularót er, at liðugt koppsett sleppa undan at fara í sóttarhald, skuldu tey havt verið í sambandi við smittað fólk, og tískil kunnu fleiri bjarga sær ólavsøkuni, fáa tey sær annað prikið næstu dagarnar, sigur koppsetingarbólkurin.

Prikað tvær ferð, men skal í sóttarhald á ólavsøku
Í Degi og viku týskvøldið, var innslag um 20 ára gomlu Tóru Hammer, sum skuldi sita í sóttarhaldi á ólavsøku. Hetta hóast hon hevur fingið bæði prikini. Hon hevur verið í samband við ein smittaðan, og tað merkir at hon skal í sóttarhald í 10 dagar.

Fimm dagar vóru gingnir síðani seinna prikið tá Tóra var í samband við ein smittaðan persón, og ikki teir átta dagarnir, sum skulu til fyri at sleppa undan sóttarhaldi.

- Eg fekk at vita, at um man bleiv koppsettur, kundi man fara á ólavsøku, men nú skal eg allíkavæl sita inni í 10 dagar, sigur Tóra Hammer við Dag og viku.

Michael Boolsen ásannaði í Degi og viku, at tað kundi vera ógreitt, at koppsetingarbólkurin var komin við hesum fimm dagar undan ólavsøku, men vísti á, at hetta við teimum átta døgunum eftir seinna prikið, hevur verið galdandi frá byrjan.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 27. juli 2021

10 Leygardagur 31. juli 2021

Njál Mackay Djurhuus heiðursbræv frá Tórshavnar kommunu

Njál er ímyndin av verja teirra veiku

 
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Á lítlari samkomu týsdagin handaði Heðin Mortensen, borgarstjóri, Njál Mackay Djurhuus heiðursbræv fyri væl útint verk, teimum veikastu at gagni.

Í grundgevingini stendur, at sterkast í minninum hjá teimum flestu stendur Njál Mackay Djurhuus, sum klára røddin við tí einfalda boðskapinum, sum í fleiri enn fimmti ár ólavsøkukvøldini við stórari áhoyrarafjøld skar seg gjøgnum levint og róm á Vaglinum.

Víðari verður sagt, at fá hava útint tað, sum Njál og konan Erna lítillátin og eyðmjúk hava megnað. Tey halgaðu lívið til Frelsunarherin, og virkaðu mesta av teirra virkna lívi fyri Fyrlyset í Urtegata í Oslo í arbeiði fyri heimleys, drykkjufólk og narkomanar.

Fyri virki teirra vórðu tey heiðrað við gullheiðursløn Harald kongs. Bøkur eru skrivaðar um tey á norskum og føroyskum. Í Havnini er Frelsunarherurin framvegis ein virkin partur av trúar- og mentanarlívinum og virkin í ólavsøkuni.

Í heiðursbrævinum verður nevnt, at Njál er ímyndin av verja teirra veiku. Hann hevur livað sína trúgv millum fólk á lívsins skuggasíðu. Við súpan, einum breyðbita, klædnavaski og hita, tí góða orðinum og umsorgan í yvirmát, hava Njál og Erna veitt teimum allarveikastu linna og troyst í neyðini. Erna andaðist í 2016.

Njál takkaði fyri heiðurin og gleðir seg til enn einaferð at luttaka í í ólavsøkuhaldinum hjá Frelsunarherinum.



Greinin varð fyrstu ferð løgd út 27. juli 2021

11 Leygardagur 31. juli 2021

Rúna Ingunardóttir sett sum kommunuskrivari í Vestmanna

Rúna Ingunardóttir er 39 ár og hevur drúgvar royndir sum verkætlanarleiðari og dagligur leiðari innan ymiskt virksemi, bæði í Danmark og í Føroyum – hon byrjar í starvinum 1. august

(Mynd: Vestmanna kommuna)
SkrivaÐ:

Alda Nielsdóttir

39 ára gamla Rúna Ingunardóttir er sett í starv sum kommunuskrivari í Vestmanna, boðar Vestmanna kommuna frá á heimasíðuni.

Rúna Ingunardóttir hevur drúgvar royndir sum verkætlanarleiðari og dagligur leiðari innan ymiskt virksemi, bæði í Danmark og í Føroyum. 

Seinastu fimm árini hevur hon búð í Vestmanna og verið samskipari hjá Landsfelagsskapinum Barnabata. Har hon hevur verið verkætlanarleiðari á umfatandi ætlanum í samstarv við Mary Fonden og Red Barnet. Ígjøgnum sínar royndir hevur hon eisini fingið innlit í tað politisku skipanina.

Rúna er útbúgvin altjóða fólkaskúlalærari og hevur lisið tænastubúskap í Keypmannahavn. Harumframt hevur hon lisið samfelag og mentan á lærda háskúlanum í Sevilla.

Rúna tekur við starvinum sum kommunuskrivari 1. august.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 24. juli 2021

12 Leygardagur 31. juli 2021

Vilja skunda undir koppsetingina í Vágum

Kommunurnar í Vágum vilja hava koppseting framda í Vágum við tí vón, at fleiri lata seg koppseta og at fáa floksimmunitet. At nøkur ikki vilja koppseta seg skal virðast, men tað skal ikki steðga okkum í, at fáa ein vanligan gerandisdag aftur, verður sagt

Bjarni Prior, borgarstjóri í Vága kommunu og Eyð Ellingsgaard, borgarstjóri í Sørvágs kommunu (Savnsmynd: Jens Kr. Vang)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Higartil hevur tað einki alment tilboð verið til fólkini í Vágum at fáa koppseting ímóti Korona í Vágum. Tað vilja Vága- og Sørvág kommuna nú gera okkurt við, verður sagt í tíðindaskrivi.

Vága- og Sørvágs kommunur hava sent fyrispurning til landið um at fáa kopseting framda í Vágum.

- Við tí vón, at fleiri koppseta seg, og harvið kunnu fyritøkur, ítróttarfeløg, skúlar, barnagarðar, vøggustovur, frítíðarskúlar og onnur í samfelagnum hjá okkum her vesturi virka meira frítt, og vit vilja nærkast tí normala, sigur Bjarni Prior, borgarstjóri í Vága kommunu.

Vágar eru serliga útsettar tí flogvøllurin liggur í Vágum, og harvið ferðast flest øll ferðafólk ígjøgnum kommunurnar í Vágum, vilja kommunurnar vera við.

Við hesum tiltakið saman við tí almenna, vóna kommunurnar í Vágum, at vera fyrsta oyggj sum fær floksimunitet, sum er málsetningurin hjá tí almenna myndugleikanum.

At nøkur ikki vilja koppseta seg skal virðast, men tað skal ikki steðga okkum í, at fáa ein vanligan gerandisdag aftur, sigur borgarstjórin til enda.

Kommunurnar í Vágum hava ikki fingið nakað ordiligt aftursvar enn frá tí almenna enn, men vóna at fáa tað skjótt. Tí kommunurnar halda, at borgarar, fyritøkur og felagsskapir hava havt nokk stríð av koronu.

Sambært almennu hagtølunum eru tey væl við í Vágum. 78 prosent av fólkatalinum hevur fingið fyrsta prikið og 58 prosent hevur fingið seinna prikið og eru liðugt koppsett.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 25. juli 2021

13 Leygardagur 31. juli 2021

Fleiri søktu inn í Føroyum

762 ung í Føroyum søktu inn á hægri lestur – 455 søktu inn á Setrið, og 307 søktu inn í Danmark. Tey, sum ikki eru sloppin inn á dreymaútbúgvingina í Danmark kunnu søkja inn, har lestrarpláss enn eru tøk

(Savnsmynd)
SkrivaÐ:

Alda Nielsdóttir

Í ár søktu 762 ung í Føroyum inn á hægri lestur. Tey, ið høvdu søkt inn á Setrið fingu svar fyrr í hesum mánaðinum, og tey, ið søktu inn í Danmark fingu svar 28. juli.

Sambært Vegleiðarastovuni søktu 455 inn á Setrið, meðan 307 søktu inn í Danmark. Av teimum 455, sum søktu inn á Setrið, fingu 313 bjóðað lestrarpláss.

Vegleiðingarstovan hevur samanborið upptøkuna seinastu árini, og í ár sær út til, at miðaltalið fyri at sleppa inn generelt er lægri. Kortini er miðaltalið hækkað á onkrum útbúgvingum. Eitt nú á Psykologi í Aalborg har miðaltalið í ár er 10,1, ímóti 9,8 í fjør.

Ímeðan er miðaltalið lækkað á øðrum útbúgvingum. Eitt nú er miðaltalið fyri at lesa medicin í Keypmannahavn 10,5 í ár, ímóti 10,6 í fjør. International Business á Copenhagen Business School, ið var 11,3 í fjør, er í ár 11,1, og miðaltalið fyri at sleppa inn á Humanistisk Bacheloruddannelse í Roskilde er lækkaður úr 6,8 niður í 6,3.

Sama gongd sæst eisini á Fróðskaparsetrinum til sjúkrarøktarfrøði, fólkaskúlalærara og námsfrøðing. Lægsta miðaltal fyri at sleppa upp um gáttina gjøgnum kvotu 1 til tær tríggjar stóru bachelorútbúgvingarnar í sjukrarøktarfrøði, til fólkaskúlalærara og namsfrøðing er nakað lægri í ár, samanborið við í fjør.

Í fjør var kravda miðaltalið fyri at sleppa at lesa sjúkrarøktarfrøði 8,2, men í ár er tað 7,7. Á fólkaskúlalæraraútbúgvingini er talið lækkað úr 8,3 niður í 7,6. Í fjør skuldu tey, ið vildu lesa námsfrøði hava í minsta lagi 7,0 í miðal. Í ár er talið 6,3.

Ung, sum ikki eru sloppin inn á ynsktu útbúgvingina í Danmark hava nú møguleika fyri at søkja tøk lestrarpláss. Eitt yvirlit yvir tøk lestrarpláss, og hvussu mannagongdirnar eru fyri at søkja, sæst á www.vegleiding.fo. Dømi um útbúgvingar, har enn eru tøk pláss, eru Datalogi á DTU, Bygningsverkfrøði á Aalborg Universitet, og Musikvidenskab á Aarhus Universitet. Talið á tøkum lestrarplássum á Setrinum er ikki alment enn.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 29. juli 2021

14 Leygardagur 31. juli 2021

Faer Isles Distillery fingið umhvørvisgóðkenning til framleiðslu av whisky og ginn

Virkið í Vestmanna fer at framleiða umleið 120 tons av whisky og 100 tons av ginn um árið

(Mynd: Faer Isles Distillery/Savnsmynd)
SkrivaÐ:

Alda Nielsdóttir

Hósdagin í farnu viku fekk Faer Isles Distillery P/F inni á Fjørð í Vestmanna umhvørvisgóðkenning til framleiðslu av ginn og whiskey, skrivar Umhvørvisstovan á heimasíðuni.

Faer Isles Distillery fer at framleiða umleið 120 tons av whisky og 100 tons av ginn um árið.

Umleið 200 tons av kókaðum malti – draff – kemur frá framleiðsluni árliga, og tað kann m.a. endurnýtast sum kraftfóður til neyt, og tí hevur Faer Isles Distillery gjørt avtalu við MBM um at taka kókaða maltið.

Faer Isles Distillery søkti um umhvørvisgóðkenning til framleiðsluna í oktober í fjør. 17. juni í ár fekk Umhvørvisstovan síðani eina dagførda umsókn um umhvørvisgóðkenning, av tí at munandi broytingar vórðu gjørdar í virkseminum í mun til upplýsingarnar, sum vórðu latnar í fyrru umsóknini. Harumframt hevur Umhvørvisstovan fingið frágreiðing um framleiðsluna, tekningar av innrætting, og yvirlitsmynd yvir virksemið.

Avgerðin hjá Umhvørvisstovuni kann kærast, og freistin at kæra er 20. august. Kærur verða sendar Umhvørvisstovuni, sum síðani senda tær víðari til landsstýrismannin í umhvørvismálum.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 26. juli 2021

15 Leygardagur 31. juli 2021

Heilsufrøðiliga Starvsstovan mælir frá at taka skeljar í løtuni

Kanningar av tvískeljum úr Kaldbaksfirði í juli mánaði hava víst, at algueiturevni er til staðar, í mongdum oman fyri markvirðið, og tí verður frámælt at taka skeljar í Kaldbaksfirði, Sundalagnum, Skálafjørðinum og Kollafirði í løtuni

(Mynd: Heilsufrøðiliga Starvsstovan)
SkrivaÐ:

Alda Nielsdóttir

Heilsufrøðiliga Starvsstovan mælir frá, at skeljar verða tiknar í Kaldbaksfirði, Sundalagnum, Skálafjørðinum og Kollafirði í løtuni.

Kanningar av tvískeljum úr Kaldbaksfirði her í juli mánað hava víst, at algueiturevni er til staðar, í mongdum omanfyri markvirðið. Samstundis hava algukanningar av sjógvi úr Kaldbaksfirði staðfest, at talið á algum er omanfyri tað, sum verður mett ráðiligt, skal skeljavøra vera egnað til matna, skrivar Heilsufrøðiliga Starvsstovan.

Kaldbaksfjørður er partur av alguøki 1, og alguøki 1 umfatar:

1a. Sundalagið sunnan fyri Streymin og Tangafjørð;
1b. Skálafjørð;
1c. Kollafjørð og Kaldbaksfjørð;
1d. Sundalagið norðan fyri Streymin.

– Vit ráða tí staðiliga frá eta tvískeljar, ið eru tiknar í firðum í øki 1. Algueiturevni kann føra við sær, at fólk gerast álvarsliga sjúk av at eta hesar skeljar í løtuni, skrivar Heilsufrøðiliga Starvsstovan.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 26. juli 2021

16 Leygardagur 31. juli 2021

Street food á Frúutrøð í summar

Tórshavnar kommuna hevur sett eitt øki av í býnum, har matvognar kunnu savnast og skapa eitt street food-umhvørvi – matvognar kunnu leiga sær pláss á økinum, sum í fyrstu atløgu kann nýtast frá 30. juli til 31. august

(Mynd: Tórshavnar kommuna)
SkrivaÐ:

Alda Nielsdóttir

Tórshavnar kommuna hevur nú sett eitt øki av í býnum, har matvognar kunnu savnast og fáa høvi at skapa eitt street food-umhvørvi.

Kommunan hevur funnið eitt øki á Frúutrøð, sum verður sett av til endamálið. Økið er 360 fermetrar til støddar. Kommunan stillar borð, benkur og ruskbingju á økið og tryggjar, at vatn og streymur er tøkt.

Allir matvognar, ið hava neyðugu løggildingina frá Heilsufrøðiligu starvsstovuni, eru vælkomnir at nýta økið, skrivar kommunan á heimasíðuna.

Tey, ið hava hug at leiga sær eitt pláss kunnu senda eina umsókn við upplýsingum um vøru, ábyrgdarhavandi og søludagar umframt mynd av vogninum til Visit Tórshavn. Sølan kann síðani byrja, so skjótt loyvi er tillutað.

Økið kann í fyrstu atløgu nýtast frá 30. juli fram til 31. august.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 24. juli 2021

17 Leygardagur 31. juli 2021

Nýtt mattorg á kaiini í Havn

Nú eru trý matstøð á økinum við Havnarveg, har tað einaferð var kaffivognur

 
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Beint fyri ólavsøku lótu tvey nýggj matstøð upp á Havnarvegi 15 í Havn, á staðnum, har kaffivognurin einaferð stóð og har Angus eisini er nú.

Tey nýggju støðini eru Mungo, sum er eitt útvið stað og so Pylsuvognurin, sum vit kenna hann, tó í nýggjum hami. Sostatt eru trý matstøð savnað á einum stað á havnarlagnum í Havn.

- Vit eru sera fegin um, at kunna bjóða okkara viðskiftafólki eitt fjølbroytt matstað, har tú kanst fara á eitt stað og fáa júst tað tær lystir, sigur leiðarin fyri matstøðini, Sally Rasmussen.

Í Angus ber til at sita niðri og eta av eini steakhouse matskrá, í Mungo kanst tú bíleggja á netinum og heinta matin og í Pylsuvogninum, kanst tú ganga beint inn bíleggja tær mat og standa inni og eta.

- Vit hava bygt út, so ein bygningur kundi hýsa øll støðini. Tó er maturin tann sami í Angus og Pylsuvogninum, sum fólk kenna tað.”, greiðir Sally frá.

Mungo nýtt matstað
Mungo er eitt nýtt matstað, har ein bert kann bíleggja út við á netinum.

- Við Mungo er tankin, at tú kanst bíleggja alt frá pitsa og burgara, til høsnarungaveingir og Angus steak skjótt og lætt. Tað er einans gjørligt at bíleggja á netinum, og so fært tú eini smsboð, tá maturin er klárur at heinta, sigur Sally Rasmussen.

Mungo hevur lagt seg eftir at vera so umhvørvisvinaligt sum gjørligt, leggur Sally afturat.

- Tí nýta vit umhvørvisvinaligt pakkitilfar, og vit selja bert sodavatn í fløsku, fyri at sleppa undan einnýtiskoppum og súgvirørum.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 26. juli 2021

18 Leygardagur 31. juli 2021

Føroyskir bryggjarar hava tørv á felags rødd

Ynski eru um at kunna seljar allar vørur frá egnari sølubúð. Tað hevur stóran týdning fyri raksurin hjá nógvum virkjum í Føroyum eftirhondini

(Mynd: Ingi Samuelsen)
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

Fyritøkurnar, sum bryggja og brenna sterkan løg í Føroyum, hava ein tørv á einum samskipaðum netverki, so at teirra áhugamál eisini verða hoyrd, serliga í sambandi við broytingar í rúsdrekkalóggávuni.

Eisini tí, at hesar fyritøkur hava sterk ynski um at ávísar broytingar verða gjørdar. Her verður serliga hugsað um at fáa loyvi at selja egna framleiðslu í egnum sølubúðum.

Millum annað hetta kom fram á eini ráðstevnu um brygging í Føroyum, sum varð hildin á Setrinum í undanfarnu viku.

Upprunaliga var ætlanin, at henda ráðstevnan skuldi haldast úti í Dímun, men hóast sólin skein av heiðum himni í Havn og øllum oyggjunum norðan fyri Skopunarfjørð, so  var ikki komandi út til Dímunar orsaka av mjørka. Heldur ikki var hugsingur um at sleppa út í oynna sjóvegis orsaka av runi í sjónum.

Ráðstevnan varð tí flutt til hølini hjá Fróðskaparsetrinum í Jónas Broncksgøtu í Havn. Tað var Útoyggjafelagið, sum skipaði fyri tiltakinum í samstarvi við Matkovan, sum er eitt felag hjá Sunnivu Gudmundsdóttir Mortensen, ið samstarvar við føroyskar matframleiðarar, serliga fyri at stimbra burðardygga gastronomi.

Júst brygging kann vera áhugaverd fyri fólk á útoyggj, eins og fólkini á Dímunargarði hava víst á.

Fleiri fyritøkur í vinnuni
Tað er rættiliga nógv fleiri fólk, sum hava vinnuligan áhuga í hesari vinnuni, en ein kanska gevur sær far um.

Innan brygging av øli eru trý bryggjarí virkin í framleiðsluni í løtuni, nevniliga Føroya Bjór í Klaksvík, Okkara á Velbastað og Biskupskelda í Vági.

Í Havn verður skjótt klárt hjá fjórða bryggjarínum, Oy, at fara til verka í vinnubygningi á Hálsi, og onnurt annað slag av brygging er eisini komið so langt, at farast kann undir at bryggja føroyskan mjøð innan langa tíð.

Innan annað slag av sterkum løgi, kann nevnast rótabryggið hjá dímunarfólkunum, fleiri ymsar brennivínsframleiðslur og eisini stórar ætlanir við whiskyframleiðslu, nevniliga ætlanin hjá Einar’s Distillery í Klaksvík og Faer Isle Distillery í Kvívík, sum ger seg til at byrja framleiðslu av ginni í fyrstu atløgu í leigaðum vinnuhølum í Vestmanna.

Neyðugt at selja sjálvi
Á ráðstevnuni, har fleiri av fyritøkum høvdu framløgur og greiddu frá sínum virksemi, kom fram, at tað er alneyðugt hjá fyritøkunum at sleppa at selja sína vøru sjálvi.

Í løtuni hava bryggjaríini loyvi at selja sínar vørur, men bert upp til 5,8 prosent, sum var ovara markið fyri ølbrygging til fyri nøkrum árum síðani, tá henda avmarkingin varð broytt, so at bryggjaríini kundi bryggja sterkari øl, eins og Rúsan eisini slapp at flyta inn øl yvir 5,8 rúmprosent.

Men bryggjaríini sleppa ikki at selja hesi bryggj sjálvi. Øl yvir 5,8 prosent kann bert seljast í Rúsuni. Tí royna bryggjaríini í størstan mun framvegis at halda seg undir hesum 5,8 prosentunum, tí júst sølan úr egnari búð hevur alstóran týdning fyri raksturin og umsetningin hjá fyritøkunum.

Eitt nú byggir konseptið hjá Faer Isle Distillery, har stór byggiætlan liggur klár at fara undir oman fyri Kvívík, í stóran mun á sølu av egnum vørum.

Ein serligur partur av verkætlanini er eitt sokallað ‘visitor-centre’ eins og so nógv onnur whisky-distillarí aðrastaðni hava.

- Júst eginsøla fyllir ein stóran part av umsetninginum hjá nógvum fyritøkum, sum brenna whisky, vístu stigtakararnir á, og tí er tað av alneyðugum týdningi, at tey sleppa av selja vøruna áðrenn farið verður undir at byggja hendan partin av verkætlanini, kom fram. 

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 26. juli 2021

19 Leygardagur 31. juli 2021

Endurskapa Grønadamm yviri við Strond

Í vikuni vóru borgarstjórin í Tórshavnar kommunu, Heðin Mortensen, og formaðurin í byggi- og býarskipanarnevndini, Tróndur Sigurdsson, og vitjaðu úti við Grønadamm. Støða skal nú takast til, hvat gerast skal við grótið og hvussu atkoman skal gerast

 
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Stórur áhugi hevur verið í at fáa Grønadamm yviri við Strond í Havn aftur í tann stand, hann var í fyri mongum árum síðan, soleiðis sum tey, ið eldri eru í dag, minnast hann. Økið er býtt í nógvar matriklar, harav kommunan eigur nakrar, men hinir eigararnir hava fegnir givið sína játtan til at farið varð undir arbeiðið.

Brynjolvur (Bynne) Lamhauge og Einar Djurhuus standa fyri arbeiðnum. Bynne sigur, at Grønidammur er sera gamal, eitt nú veit hann at siga, at Rasmuss Effersøe lærdi børn at halda sær uppi í hylinum. Dammurin varð brúktur upp í sjeytiárini, men so fyltist alt við gróti í uppgangi.

Navnið Grønidammur komst av, at grønur tari vaks allan vegin runt í hylinum, sum upprunaliga var á leið 14 ferðir 14 metrar til støddar. Har var altíð frískur sjógvur orsakað av at flóð og fjøra skolaði inn og út.

[object Object]

Í vikuni vóru borgarstjórin, Heðin Mortensen, og formaðurin í byggi- og býarskipanarnevndini, Tróndur Sigurdsson, og vitjaðu úti við Grønadamm. Støða skal nú takast til, hvat gerast skal við grótið og hvussu atkoman skal gerast.

- Her skal gerast atkomuligt fyri øll og trappa og gøta skal gerast oman til økið. Á økinum skal gerast ymiskt til trivnað, eitt nú pláss til barnagarðar og skúlabørn at hugna sær, eins og eitt “skiftirúm” skal gerast á økinum, siga Heðin Mortensen og Tróndur Sigurdsson.

Grønidammur liggur skamt innanfyri gamla Buchwald og fiskastykkið, sum nú eisini verður sett í upprunastand.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 26. juli 2021

20 Leygardagur 31. juli 2021

CO2-útlátið bara veksur

Seinastu fýra árini er útlátið vaksið meira enn 25 prosent vísa nýggjastu hagtølini frá Umhvørvisstovuni

Stórur partur av útlátinum stavar frá el- og hitaframleiðslu (Savnsmynd: Pól Sundskarð)
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

Samlað útlátið av vakstrarhúsgassi í 2020 var 1,3 milliónir eindir av CO2, sum er 4,7 prosent hægri enn í 2019. Eftir at útlátið av vakstrarhúsgassi, serliga CO2, var rættiliga støðugt fram til 2016, øktist útlátið ógvusliga í 2017 við nærum 20 prosentum. Í 2018 var vøksturin 12 prosent, í 2019 6 prosent og í fjør var vøksturin sum nevnt knøpp 5 prosent. Seinastu fýra árini er útlátið vaksið meira enn 25 prosent.

Um vit ikki rokna bunkringar hjá útlendskum fiskiskipum við, var útlátið í 2020 1,0 millión tons av CO2 eindum, sum er 3,6 prosent hægri enn í 2019 og vøksturin seinastu fýra árini hevði verið knøpp 50 prosent.

Áleið 87 prosent av samlaða útlátinum av vakstrarhúsgassi í 2020 stavaði frá nýtslu av brennievni.

Eins og vanligt, áttu fiskiskipini eisini í 2020 størsta partin, góð 40 prosent, av samlaða útlátinum av vakstrarhúsgassi. Býtið millum føroysk og útlendsk fiskiskip er nærum helvt um helvt, tey útlendsku hava tó munin. Útlátið frá fiskiskipum øktist við 1,7 prosentum í 2020 í mun til 2019.

Næststørsti bólkurin var el- og hitaframleiðsla, sum átti 14 prosent av samlaða útlátinum. Útlátið frá elframleiðslu øktist 0,8 prosent í 2020 í mun til 2019.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 27. juli 2021

21 Leygardagur 31. juli 2021

ES verkætlan á 24 milliónir krónur fer av bakkastokki

Heilsufrøðiliga Starvsstovan er partur av samstarvinum ”RASOPTA - Safeguarding future production of fish in aquaculture systems with water recirculation”, ið hevur gingið 24 milliónir frá ES – Høvuðsendamálið er at skapa breiða vitan og nýggjar loysnir at betra vatngóðsku

(Mynd: hfs.fo)
SkrivaÐ:

Alda Nielsdóttir

Heilsufrøðiliga Starvsstovan er partur av samstarvi undir heitinum ”RASOPTA - Safeguarding future production of fish in aquaculture systems with water recirculation”, ið hevur fingið játtað 24 mió. krónur í HORIZON 2020 ES stuðli.

Stuðulin er latin innan skipanina ITN (Innovative Training Network) og skal brúkast til at útbúgva 12 PhD-lesandi í átta ymiskum londum í Evropa. Í hesum sambandi søkir Heilsufrøðiliga Starvsstovan í løtuni eftir einum PhD-lesandi.

RASOPTA er eitt breitt samstarv, har bæði vinnufyritøkur og hægri lærustovnar luttaka. Samstarvið umfatar átta lond, sjey hægri lærustovnar, tríggjar granskingarstovnar, níggju vinnufyritøkur, og granskingin fer at umfata fýra fiskasløg (laks, síl, sandáburru og styrju).

Sum heitið á verkætlanini sipar til er høvuðsendamálið at skapa breiða vitan og nýggjar loysnir at betra vatngóðsku og harvið eisini fiskaheilsu og endaligu dygdina á fiski, sum verður aldur á landi, har vatnið verður resirkulerað ella endurnýtt, skrivar Heilsufrøðiliga Starvsstovan.

Fyri at skapa tær breiðu loysnirnar eru tær ymisku PhD-verkætlanirnar samantvinnaðar og snúgva seg um ítøkiligar avbjóðingar í vinnuni, og tey lesandi fáa eitt tvørfakligt innlit við eisini at arbeiða á øðrum stovnum og fyritøkum enn har, tey eru sett. Ein av høvuðsuppgávunum í RASOPTA verður at menna ein nýggjan skjótan kanningarhátt, sum í einum kannar fyri nógvar ymiskar sjúkur og vatngóðskuparametrar og harvið verður eitt sera týðandi stýringsamboð í aling á landi.

Føroyska luttøkan í verkætlanini er serliga innan tann partin, sum snýr seg um fiskaheilsu, og umframt Heilsufrøðiligu Starvsstovuna, luttaka eisini Hiddenfjord og SMJ Ráðgevandi Verkfrøðingar úr Føroyum, skrivar Heilsufrøðiliga Starvsstovan.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 28. juli 2021

22 Leygardagur 31. juli 2021

Tørvurin er stórur á ADHD/Autismuvegleiðing

Feløgini handan vegleiðingina hava fingið fleiri fyrispurningar enn væntað, og tí er avgjørt at hava vegleiðingina tøka alt summar

Bjørg Dam, forkvinna í ADHD-felagnum, og Jónrit Halling, forkvinna í Autismufelagnum (Savnsmynd)
SkrivaÐ:

Alda Nielsdóttir

ADHD/Autismuvegleiðingin sum byrjaði 1. juni, hevur fingið væl fleiri fyrispurningar enn væntað. Tí hava feløgini handan vegleiðingina  – ADHD-felagið og Autismufelagið – valt, at hava vegleiðingina tøka alt summar á telefon og teldupost. Eisini ber til at koma til eina viðtalu og fáa hjásiting eftir avtalu.

– Vit høvdu sjálvandi eina hóming av, at tað var stórur tørvur á vegleiðing, men eru bilsin yvir, hvussu nógv mál hava verið, og hvussu tung og fløkt fleiri teirra eru, skriva feløgini í tíðindaskrivi.

– Mál eru um fyrisitingarligar avgerðir og kærur, ið vit fara til botns við. Vit vilja fáa greiðu á, um rætt er fyrisitið, og í øðrum føri, um mannagongdir og reglur eru í trá við tørv og politisku ynskini. Fleiri barnaverndarmál eru, og kemst tað ofta av, at nógvar barnaverndir kenna alt ov lítið til autismu og ADHD. Vit fara inn og hjálpa við at finna styrkir, førleikar og loysnir, sum eru grundfestar í autismu- og ADHD námsfrøðini, og røkka tí einum nógv betri máli.

– Sernámsfrøðin og vitanin innan Autismu og ADHD er lutfalsliga nýggj og mennist við rúkandi ferð. Tað merkir, at í dag ber til við røttu hjálpini at seta inn við effektivari hjálp, sum tryggja sjálvt teimum, ið eru ringast fyri eitt virkið og innihaldsríkt lív. Áðrenn summarfrítíðina hjálptu vit m.a. næmingum, við at fáa serligar próvtøkuumstøður, tey hava rætt til. Nú fleiri byrja í skúla, vilja vit fegin hjálpa til við at tryggja, at øll fáa neyðugu hjálpina ein hevur rætt til. Somuleiðis hevur stórur tørvur verið til foreldur at børnum og vaksin, sum ynskja ella eru á bíðilista til útgreiningar, hetta fyri at fáa skil á mannagongdum í almennu systemunum.

Frá mánadegnum 9. august er skrivstovan opin sum vanligt, men limir í ADHD-felagnum og Autismufelagnum kunnu inntil tá ringja til vegleiðingina ella seta seg í samband við hana umvegis teldupost. 

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 25. juli 2021

23 Leygardagur 31. juli 2021

Framsýning: Eyðun av Reyni 70 ár

Í sambandi við runda føðingardagin hjá listamanninum verður framsýning í Gamla Seglhúsinum í Klaksvík í dag

 
SkrivaÐ:

Alda Nielsdóttir

Í dag, leygardagin 31. juli, verður listamaðurin Eyðun av Reyni 70 ár, og í hesum sambandinum letur upp ein framsýning í Gamla Seglhúsinum í Klaksvík, har listamaðurin verður heiðraður við einari serligari fernisering.

Ferniseringin verður klokkan 16. Símun Gullaksen bjóðar vælkomin og Tórbjørn Jacobsen, borgarstjóri í Runavíkar kommunu, setur framsýningina. Eyðun Nolsøe, Jógvan Olsen og Karl Martin Samuelsen úr bólkinum Hjarnar syrgja fyri tónleikinum, og Dávur Winther, formaður í Norðoya Listafelag kemur eisini at røða.

Gutti Winther syrgir fyri ábitnum, og fer at borðreiða við ymiskum bitum. Øll kunnu koma framvið fyri at njóta løtuna, bera fram eina heilsan, síggja málningarnar og annars heilsa uppá Eyðun í hugnaliga Gamla Seglhúsinum.

Um Eyðun av Reyni
Eyðun av Reyni er føddur 31. juli 1951 og er sonur Elsu og Ingálvur av Reyni. Eyðun giftist í 1985 við Bjørg Øssursdóttir og eiga tey døturnar Durita og Ingibjørg.

Eyðun var sjómaður í nøkur ár, áðrenn hann tók eina listarliga útbúgving í 1971-72 á Askou-Jensen's Drawing School in Glyptoteket í Keypmannahavn og Tech Royal Danisk Art Academy somuleiðis í Keypmannahavn.

Eyðun hevur verið fleiri listarliga námsferðir, og hevur javnan havt framsýningar av verkum sínum síðani 1964. Somuleiðis hevur Eyðun við sínum verkum prýtt fleiri bygingar umfamt at verk eru umboða í tí almenna rúminum bæði í Føroyum og uttanlands.

Aðalsteinn Ingólfsson, rithøvundur, sigur soleiðis frá um listina hjá Eyðun av Reyni.

– Listamálarin Eyðun av Reyni ber eins og ein kringur dansari eina andaverð við sær. Tá ið hann málar fyrstu strokini á løriftið, veit hann av sær sjálvum – eins og dansarin, sum hevur vant og vant í óteljandi tímar í bumminum – rútman, sum hann gevur seg undir, ber hann at enda út á eggina á einum vatnrættum býti, ið verður kallað miðdepil. Hesin miðdepil er ofta í skundi málaður við breiðum pensli gráur ella svartur, so at hann líkist einum svørtum holi ella einum veðurbardum veggi, sum gerst tann veruligi snúningsdepilin, verkini hjá Eyðun av Reyni snúgva seg um. Alt hitt í málninginum skipar seg rundan um henda miðdepil, soleiðis at økið niðanfyri brátt umskiftist til eina rokuta forgrund, sum er gjørd liðug við øgiligum slettum og skvettum av ljósum litum, ið fara hurl um burl tvørtur um løriftið, meðan økið omanfyri er bygt upp við meiri frælsi, altíð við einari samanseting av loddrøttum og vatntøttum litblokkum.

– Tað er lætt at síggja í hesum mynstrinum eina tilsiping til arketýpiska føroyska landslagið, sum eldri málarar eins og Mikines og faðir Eyðuns, hin mæti Inválvur av Reyni, hava tulkað. Tískil er áðurnevndi miðdepilin altíð havið, ið sameinir og skilir tær átjan oyggjarnar í Føroyum, sum antin eru svartar sum vetrarskýggin, ið hóttandi kemur niður á tær, ella livandi við hvítum brimi og brúsandi grønum aldum. Forgrundin kann tulkast júst soleiðis: sum eitt landslag fylt við virkni, sum fjølbroyttu formarnir og litirnir rógva fram undir og trýsta og toga hvør annan, stuðla hvør annan ella royna at gera hvør annan til einkis. Vit síggja, at Eyðun málar samansetingar av litblokkum við báðum endunum á penslinum, bæði kustinum og spíska skaftinum, og skapar zig-zag mynstur ella krutl, ið týkjast at sipa til formar, sum liva óheftir av náttúruni.

– Aftast í málninginum hjá Eyðuni er altíð minnið um landslagið hinumegin eina og hvørja strond og eitt og hvørt ljóð, kanska eitt eiði, eitt fjall, formurin á einum róðrarbáti ella bergini undir medrutum skýggjum, og soleiðis verður dentur lagdur á stórbæri í tí loddrætta og vatnrætta. Ella skuldi landið ikki verið við, hava vit tað endaleysa Norðuratlantshavið, ið er sum ein gjøgnumheilur múru úr vatni, sum røkkur upp ígjøgnum á løriftinum, ella sum rennur saman við tey eins hóttandi skýggini. At nevna bara okkurt av náttúruelementunum, ið Eyðun sipar til, við navni man vera torført, tí málningar hansara eru sum fagur skaldskapur og snúgva seg um nógv meira enn landsløg í Føroyum og havið kring Føroyar.

– Heldur onkur, at tað, ið frammanfyri er lýst, er lætt at spáa um og kann verða sett inn í ein frymil, eigur hann at hyggja aftur, ella betri enn, at ráðføra seg við listasøguna, har vit finna nógvar listamálarar, ei eru nøgdir við minni. Hugsið um Giorgio Morandi og endaleysu frábrigdi hansara av fløskum ella Josef Albers, sum í óteljandi lýsingum fagnar fýrkantinum.

– Teir og javnlíkar teirra granska við vilja í tí lítla; men Eyðun av Reyni er sum eit rættur norðurlendskur dramatikari, ið torir at togast við teir stóru tilveruspurningarnar: menneksja afturímóti náttúru, markið millum lív og deyða, náttúran afturímóti sær sjálvari, og at enda spurningurin, ið ber av øllum: Hvat er meiningin við lívinum? Tað er soleiðis fyri ein mann, sum er vaksin upp í einum húski við gudsóttandi brøðrum, at hvussu ofta hann enn er farin skeivur og hvussu langt hann enn er farin frá grúgvuni, liggur hasin spurningurin altíð frammarlaga í tonkunum.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 25. juli 2021

24 Leygardagur 31. juli 2021

Trygvi gjørt ein verdugan avloysara til "Atlantic Rhapsody

Fríggjadagin var frumframførsla av filminum "111 góðir dagar". Frásøgugleði úr fløkta gerandisdegnum siga ummælarar um filmin

(Mynd: Birgir Kruse)
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

Nýggi spælifilmurin hjá Trygva Danielsen, "111 góðir dagar", varð frumframførdur fyri fullum húsi í Havnar Bio fríggjadagin.

Ein "comingcoming of age søga úr Havn í dag, eftir øllum at døma við persónligum støði í leitandi og samansetta leikstjóranum".

"...hesin filmur, sum er bæði slektningur og verdugur arvingi hjá kaleidoskopiska klassikaranum ”Atlantic Rhapsody” (Katrin Ottarsdóttir 1989), fer at liva eitt eins langt filmslív á stóra løriftinum bæði innan- og uttanlands og tann filmurin, ið var hin fyrsti føroyski"-.

"Í Havnar Bio kunnu vit fara umborð í søguna og fylgja og spegla okkum í aktørunum, leikarunum, lagnunum, ið eru so gerandisligar, at vit beinanvegin verða góð við tey øll. Tey eru vit og tey eru her, speglaði um løriftið. Soleiðis definera vit eina tjóð. Takk fyri løtuna, Trygvi og tit øll, sum skaptu hetta heilrunnað og kollektiva verk."

Soleiðis skriva teir báðir, Birgir Kruse og Ole Wich í sínum ummæli av filminum.

Les alt ummælið á Birkblog

[object Object]
Høvuðsleikararnir í "111 góðir dagar", Torkil Tórgarð og Búi Dam (Mynd: Birgir Kruse)

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 26. juli 2021

25 Leygardagur 31. juli 2021

Útsetta mentanarnáttin í Havn verður 10. september

Vanliga er mentanarnáttin í Havn fyrsta fríggjakvøld í juni - í ár var hon útsett vegna koronu

(Savnsmynd: Ólavur Frederiksen)
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Fríggjakvøldið 10. september verður Mentanarnátt í Havn. Tað er dagurin, tá ið stovnar og virki lata dyrnar upp fyri almenninginum, søvnini eru opin, matstovur og gistingarhús spenna seg út og handlarnir hava leingi opið.

Livandi tónleikurin sermerkir eisini Mentanarnáttina bæði innan- og uttandura. Mest sum allastaðni í býnum er tónleikur at hoyra.

Vanliga er mentanarnáttin fyrsta fríggjakvøld í juni, men koronustøðan forðaði fyri henni tá. Nú er støðan lukkutíð ein onnur. Visit Tórshavn hevur ráðført seg hjá koronuráðgevingini, sum metir tað vera ráðiligt at halda eina mentanarnátt 10. september uttan avmarkingar.

Skráin til Mentanarnáttina plagar at vera drúgv og fjølbroytt, og Visit Tórshavn heitir nú at fólk, feløg og fyritøkur, ið kundu hugsa sær at fingið okkurt við í skánna um at boða teimum frá. Seinasta freist at lata tilfar til skránna er mikudagin 18. august. 

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 26. juli 2021

26 Leygardagur 31. juli 2021

Obama og Springsteen geva bók út

Bókin "Renegades: Born in the USA" byggir á podvarpsrøðina hjá fyrrverandi amerikanska forsetanum og heimskenda rocktónleikaranum

Teir báðir, Bruce Springsteen og Barack Obama geva í heyst út bókina "Renegades: Born in the USA" (Mynd: AP)
SkrivaÐ:

Alda Nielsdóttir

Í februar kom nýggja podvarpsrøðin "Renegades: Born in the USA" á Spotify. Menninir aftanfyri vóru fyrrverandi amerikanski forsetin Barack Obama, og heimskendi rokctónleikarin Bruce Springsteen.

Í podvarpinum práta teir m.a. um hjúnalag, maskulinitet, rasismu, og hvussu tað er at vera pápi. Í heyst fer so eisini at bera til at lesa samrøðurnar í nýggjari bók.

Í bókini, sum eins og podvarpið, eitur "Renegades: Born in the USA", fer mann eisini at finna sjáldsamar myndir av báðum rithøvundunum, umframt handskrivaðar sangtekstir hjá Springsteen og røður hjá Obama við notanum, skrivar RollingStone.

[object Object]

Bæði Obama og Springsteen hava eisini skrivað eitt persónligt formæli til bókina, har umrøtt verður, hvat teir báðir hava til felags, og hvørjari tíð, teir liva í.

Tað er forlagið Penguin Random House og framleiðslufelagið hjá Obama, Higher Ground, sum samstarva um bókaútgávuna. Bókin kemur úr 26. oktober.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 28. juli 2021

27 Leygardagur 31. juli 2021

Joey Jordison deyður, 46 ára gamal

Hann var við til at stovna heavy metal-bólkin Slipknot í 1995 – hann andaðist mánadagin

Joey Jordison var trummusláari í Slipknot fram til 2013 (Mynd: EPA)
SkrivaÐ:

Alda Nielsdóttir

Joey Jordison, fyrrverandi trummusláari í heavy metal-bólkinum Slipknot er deyður, 46 ára gamal. Tað skriva fleiri altjóða miðlar.

Hann svav stillisliga inn mánadagin, sigur familja hansara, men nærri verður ikki greitt frá umstøðunum.

Joey Jordison varð føddur í Des Moines í amerikanska statinum Iowa í 1975. 20 ár seinni, í 1995, var hann við til at stovna Slipknot við Shawn Cruhan og Paul Gray. Fýra ár seinni kom debutútgávan hjá bólkinum, og síðani hevur hann selt milliónir av fløgum um allan heimin.

Joey Jordison var limur í bólkinum fram til 2013. Hann avdúkaði seinni, at orsøkin til, at hann gavst í Slipknot var, at hann hevði fingið staðfest mønubruna.

Slipknot hevur verið ein av best umtóktu tónleikabólkunum í USA. Í 2008 kom Slipknot ovast á hittlistan í USA við lagnum "All Hope is Gone".

Joey Jordison hevur eisini spælt gittar í punkbólkinum Murderdolls, umframt at hann spældi trummur fyri fleiri aðrar metalbólkar.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 29. juli 2021

28 Leygardagur 31. juli 2021

Longboat Energy fyri fullum seglum

Við føroyska stovnaranum á odda fer oljufelagið Longboat Energy undir tann fyrsta av sjey brunnum, sum skulu borast á norska landgrunninum

Graham Stewart, sum í dag býr í Edinburg, fer í næstum undir eina umfevnandi boriverkætlan í Norðsjónum. Hann er nevndarformaður í nýggja orkufelagnum Longboat Energy
SkrivaÐ:

Jan Müller

Eigararnir av oljufelagnum Longboat Energy, sum áður áttu stóran part av  Faroe Petroleum, eru við at skapa grundarlag fyri eini spennandi framtíð í norskari oljuvinnu. Felagið hevur keypt seg inn í 8 loyvi.

Ein teirra er Graham Stewart, sum varð maðurin, sum á sinni stovnaði føroyska oljufelagið Faroe Petroleum. Longboat Energy varð stovnað í 2019 av teimum, sum stóðu á odda fyri Faroe Petroleum, ið varð uppkeypt av norska felagnum DNO sama ár fyri 900 mió. dollarar.  

Graham Stewart, nevndarformaður  og Helgi Hammer, sum er stjóri í felagnum, halda, at teir hava møguleikar fyri at halda fram, har Faroe Petroleum mátti gevast, við at byggja upp eitt nýtt Norðsjóvarfelag, sum leggur seg eftir øllum lutum í vinnuni frá leiting og framleiðslu.

[object Object]
Helge Hammer er stjóri í felagnum.

Í juni mánað kunngjørdi Longboat, at tað hevði keypt seg inn í átta loyvi  á norska landgrunninum, sum fevnir um sjey leitibrunnar. Feløgini, sum Longboat samstarvar við, eru Equinor, Idemitsu  og Spirit Energy.  Longboat hevur útvegað umleið 350 milliónir krónur til at fíggja avtalurnar og til sín part av boriútreiðslunum. Longboat fer eftir 104 milliónum tunnum, sum kunnu geva meira enn 10 milliardir krónur. Longboat fer at eiga millum 9 og 25 prosent ognarlut í teimum átta loyvunum. 

Í kunning til umheimin sigur Longboat, at tað í august mánað fer undir at bora tann fyrsta av hesum brunnum, leitimiðið Egyptian Vulture við boripallinum Wesrt Hercules.

Fyristøðufelagið fyri hesa boring er Equinor og er ognarluturin hjá  Longboat 15 prosent. Tað fer at taka fýra vikur at bora brunnin. Næsti brunnurin, sum er partur av keypinum hjá Longboat fer eftir leitimiðinum Rodhetta, har Longboat eigur 20 prosent. Pallurin Scarabeo 8 verður brúktur til hesa boringina.  Er talan um eina væleydnaða boring, so kann fundið bindast í Goliat feltið út fyri Norðurnorra. Teir sjey brunnarnir verða boraðir komandi 18 mánaðirnar. 

[object Object]
Ein gamal kenningur frá oljuleitingini við Føroyar, West Hercules, skal bora fyrsta brunnin, sum Longboat Energy er partur av.

Helge Hammer, stjóri, sigur, at tey eru sera spent um at bora henda fyrsta brunnin, síðani felagið varð stovnað fyri skjótt tveimum árum síðani. Borivirksemið er annars við at taka seg upp aftur á norska landgrunninum eftir ringastu koronustøðuna og lágar oljuprísir. Tilsamans 17 leitibrunnar eru boraðir, harav teir 8 eru fund.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 27. juli 2021

29 Leygardagur 31. juli 2021

Equinor fer at útbyggja 28 nýggjar oljuleiðir

Millum hesar er stóra oljukeldan Rosebank, sum liggur beint eystan fyri føroyska markið

Rosebank oljukeldan er ein av 28 útbyggingum, sum norska orkufelagið Equinor hevur á síni framtíðar arbeiðsskrá
SkrivaÐ:

Jan Müller

Tú hyggur ikki í ein norskan orkumiðil uttan at staðfesta, at norski orkurisin Equinor hevur ætlanir um at fremja nógvar útbyggingar komandi árini, ikki færri enn 28. Hesar eru fyri tað mesta á norska landgrunninum, íalt 17,  men eisini aðrastaðni, eitt nú í Bretlandi og Kanada. Hetta liggur í kortunum samtíðis sum felagið metir, at tað fer at framleiða minni av olju og gassi sum frálíðir.

[object Object]

Equinor ætlar at útbyggja Rosebank oljukelduna við einum FPSO skipi av hesum slag umframt útbúnað á havbotninum.

Kortini metir felagið tað vera avgjørt neyðugt at útbyggja longu gjørd fund eins og at leita eftir nýggjum fyri at viga upp ímóti teimum goymslunum, sum sohvørt eru við at tømast. Millum framtíðar útbyggingarnar er eisini Rosebank oljukeldan, sum liggur eystan fyri Føroyar. Endalig avgerð um ta útbyggingina verður tó ikki tikin fyrr enn í 2022. Eisini hinumegin Atlantshav stendur oljukeldan Bay de Nord frammaliga. Aftrat hesum koma so nýggjar oljuleiðir í Norra umframt útbyggingar av verandi oljufeltum so sum Johan Sverdrup.

Hóast hesar mongu útbyggingar innan olju og gass, so hevur Equinor eisini ætlanir um at gera íløgur uppá 12 milliardir dollarar í varandi orkukeldur innan 2026. Hesar eru fyrst og fremst í vindorku til havs men eisini í vetni og við at fanga og goyma CO2 í undirgrundini.

Equinor ynskir sostætt bæði at menna sín leiklut í grøna orkuskiftinum umframt at varðveita og menna sítt virksemi innan olju og gass. Hetta er eisini í tráð við politikkin hjá verandi stjórn í Norra.

[object Object]




Greinin varð fyrstu ferð løgd út 30. juli 2021

30 Leygardagur 31. juli 2021

Enn ein grønlendskur politikari ákærdur

Aslak Jensen, tinglimur fyri Siumut, ákærdur fyri drápshóttanir fyri fýra árum síðani

 
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

Grønlendski landstingslimurin, Aslak Jensen, skal í næsta mánaða fyri rættin í Sermersooq. Hann er ákærdur fyri brot á grein 37 í revsilógini, sum snýr seg um hóttanir móti alment settum starvsfólki.

Aslak Jansen var triðvaldur á listanum hjá Siumut á valinum í apríl í ár við yvir 800 persónligum atkvøðum.

Talan er um eina hending, sum fór fram í mars 2017, tá Aslak Jensen ringdi til eitt starvsfólk hjá almannaverkinum í Nuuk.

Her skal hann hava brúkt so ógvuslig orð, at hann nú er ákærdur fyri brot á revsilógina. Sjálvur noktar hann seg sekan í ákærunum.

Sambært ákæruritinum skal núverandi tinglimurin vera komin við beinleiðis drápshóttanum undir hesi samrøðuni.

Ákæruvaldið krevur mannin dømdan í minst 30 daga fongsul, skrivar Sermitsiaq.

Aslak Jensen er triði politikarin hjá Siumut, sum seinastu tíðina er lagdur undir skuldsetingar fyri lógarbrot. Atkvøðuslúkurin á kommunuvalinum í norðurkommununi, Minik Høegh-Dam, varð ákærdur fyri handil við rúsevnum, og misti harvið møguleikan at gerast borgarstjóri.

Hann varð fríkendur í býarrættinum, men ákæruvaldið hevur kært dómin fyri landsrættin, skrivar knr.gl.

Eisini lítlibeiggi hansara, Qarsoq Høegh-Dam, sum gjørdist nummar fýra á Siumut-listanum til landstingið, er nýliga dømdur í einum hassjmáli, og hevur sagt tingsessin frá sær. 

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 27. juli 2021

31 Leygardagur 31. juli 2021

Størsti jarðskjálvtin í USA síðan 1965

Hósnáttina varð amerikanski staturin Alaska raktur av einum jarðskjálvta, sum verður mettur at vera ein av teimum størstu, sum nakrantíð eru skrásettir í USA

(Mynd: Google/CNN)
SkrivaÐ:

Alda Nielsdóttir

Amerikanski staturin Alaska varð í hóskvøldið (stutt eftir klokkan 22, lokaltíð) raktur av einum jarðskjálvta, sum verður mettur at vera ein av teimum størstu skjálvtunum, sum nakrantíð eru skrásettir í USA.

Skjálvtin varð máldur 8,2 100 kilometrar frá býnum Perryville.

Ávarað varð um eina møguliga flóðaldu í ávísum økjum av statinum orsakað av hesum, men higartil hava ongar fráboðanir verið um skaða ella fólk, sum eru vorðin særd, skrivar Ritzau.

Hesin jarðskjálvtin er tann ógvusligasti, sum er máldur í USA síðan 1965, sambært US Geological Survey (USGS). Samstundis er hann á topp 10-listanum yvir størstu jarðskjálvtar, sum nakrantíð eru skrásettir í landinum.

Jarðskjálvtin rakti hálvoynna hjá Alaksa umleið 800 kilometrar frá Anchorage, ið er størsti býur í statinum. Har búgva um 300.000 fólk.

Meginparturin av størstu jarðskjálvtunum, sum eru skrásettir í USA, hava verið í Alaska. Tann størsti var í 1964. Hann varð máldur til 9,2, og kravdi tá yvir 250 mannalív.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 29. juli 2021

32 Leygardagur 31. juli 2021

Frakland: Vilja krevja at heilsustarvsfólk verða koppsett

Franska tjóðartingið hevur samtykt lógaruppskot um at gera tað til krav, at heilsustarvsfólk verða koppsett fyri koronu, og at tey flestu skulu vísa koronapass á almennum støðum – Uppskotið hevur elvt til stór mótmælistiltøk um alt landið

Soleiðis sá út í París leygardagin (Mynd: EPA)
SkrivaÐ:

Alda Nielsdóttir

Mánadagin samtykti franska tjóðartingið eitt lógaruppskot um at krevja, at heilsustarvsfólk verða koppsett fyri koronu, og at tey flestu skulu vísa koronapass á almennum støðum.

Samstundis sum Frakland stríðist við fjórðu smittubylgju, er krav, at fólk skulu vísa koronapass ella nýggja negativa koronakanning, um tey ynskja at sleppa inn á fornminnusøvn, í biograf, svimjihallir, náttklubbar og til konsert.

Síðan fyrst í august hevur koronapass longu verið krav á matstovum og skeinkistøðum.

Lógaruppskotið fer úr gildi 15. november, men tað skal tó fyrst góðkennast av einum stýrisskipanardómstóli, áðrenn tað verður galdandi. Kortini hevur uppskotið longu elvt til fleiri mótmæli um alt landið.

Eitt nú leygardagin mótmæltu túsundatals fólk í Paris, Marseille, Lyon, Nantes, Montpellier, og Toulouse. Tað vóru Gulu Vestarnir, sum skipaðu fyri.

Frakland stríðist í løtuni við Delta-frábrigdinum, og seinastu vikuna hevur landið skrásett yvir 22.000 smittutilburðir um dagin. Fyrst í hesum mánaðinum var talið uml. 4.000, skrivar Ritzau.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 26. juli 2021

33 Leygardagur 31. juli 2021

USA ger ímóti boðunum frá Heimsheilsustovninum

Bíleggið ikki koppingarevni til triðja prik, tá onnur lond nóg illa eru komin í gongd við fyrsta prik, eru boðini frá Heimsheilsustovninum – kortini hevur USA keypt 200 milliónir skamtar frá Pfizer/BioNTech til at koppseta børn og geva eyka prik, um tað gerst neyðugt

(Savnsmynd)
SkrivaÐ:

Alda Nielsdóttir

Tit skulu ikki bíleggja koppingarevni til triðja prik, tá onnur lond nóg illa eru komin í gongd við at geva sínum borgarum fyrsta prikið.

Tað eru boðini frá Tedros Adhanom Ghebreyesus, aðalstjóra hjá Heimsheilsustovninum, WHO til tey ríkastu londini.

Summi lond bíleggja longu fleiri milliónir skamtar til at geva eitt triðja prik, áðrenn heilsustarvsfólk og fólk í vandabólki í øðrum londum hava fingið fyrsta prik, segði hann fyrr í hesum mánaðinum.

Fleiri lond eru eisini farin í holt við at koppseta børn niður í 12 ára aldur, men Heimsheilsustovnurin hevur heitt á limalondini um í staðin at lata avlopsskamtar til Covax-átakið, sum skal lata koppingarevni til fátæk lond, heldur enn at koppseta yngri aldursbólkar.

Kortini boðaðu Hvítu Húsini í Washington D.C. herfyri frá, at tey hava bílagt 200 milliónir skamtar afturat av koppingarevninum hjá Pfizer/BioNTech.

Skamtarnir eru partur av fyrireikingunum til framtíðartørvin á koppingarevni, m.a. til børn undir 12 ár og møgulig eyka prik, um tað skuldi víst seg at verið neyðugt, sigur Jen Psaki, talsfólk hjá Hvítu Húsunum sambært DR.

Amerikanska stjórnin hevði eina avtalu við Pfizer/BioNTech um møguliga at keypa eyka skamtar, sum skulu latast í tíðarskeiðnum millum heystið 2021 og várið 2022. Harvið kemur samlaða talið á skamtum frá Pfizer/BioNTech til USA upp á 500 milliónir, og USA hevur longu fingið 208 milliónir.

USA hevur eisini tryggjað sær rættin til at keypa til eina dagførda útgávu av koppingarevninum hjá Pfizer/BioNTech, sum skal verja móti nýggjum koronafrábrigdum.

Tó hevur amerikanska stjórnin eisini bílagt 500 milliónir skamtar til at lata øðrum londum. Talan er bæði um skamtar frá Pfizer/BioNTech, Moderna, Johnson & Johnson, og AstraZeneca.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 25. juli 2021

34 Leygardagur 31. juli 2021

Amnesty: Hetta kann verða endin á talufrælsinum

Ein ungur maður er dømdur fyri brot á umstríddu trygdarlógina í Hong Kong. Hann veitraði við einum flaggi við einum politiskum boðskapi, og er tað í stríð við mannarættindini at døma nakran fyri hetta, heldur Amnesty

(Mynd: EPA)
SkrivaÐ:

Alda Nielsdóttir

Dómurin, sum varð sagdur í hægstarættinum í Hong Kong týsdagin kann verða byrjanin á endanum á talufrælsinum í Hong Kong, sigur mannarættindafelagsskapurin Amnesty.

Tað var 24 ára gamli Tong Ying-kit, sum varð funnin sekur í yvirgangi og at eggja til loysing. Hann varð dømdur eftir nýggju trygdarlógini fyri Hong Kong.

– Dómurin markerar eina týðandi og illboðandi løtu fyri mannarættindi í Hong Kong. Dagsins avgerð undirstrikar ta álvarsamu sannroynd, at tað nú formliga er ólógligt at bera fram ávísar politiskar meiningar, sigur Yamini Mishra, stjóri fyri Amnesty International í Asia, sambært Ritzau.

Tong Ying-kit varð m.a. dømdur fyri at hava veittrað við einum flaggi við orðunum "Bjargið Hong Kong. Okkara kollvelting". Hesin boðskapurin eggjaði, sambært ákæranum, til loysing frá Kina. Amnesty heldur tað tó vera í stríð við mannarættindini at døma nakran fyri at vísa eitt flagg við einum politiskum boðskapi.

Enn er ikki greitt, nær revsingin hjá Tong Ying-kit verður kunngjørd, men sambært nýggju trygdarlógini kann hann enda við at fáa lívlanga fongsulsrevsing.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 28. juli 2021

35 Leygardagur 31. juli 2021

Vónbrot í Tokyo - Sverri júst ov stuttur til OL-heiðursmerki

Tað endaði við vónbroti í Tokyo, tí í einari tættari finalu endaði føroyingurin, ið annars byrjaði best, á 4. plássi - 15 hundraðpartar aftanfyri nummar trý. Stefanos Ntouskos vann gull og setti OL-met

Sverri Sandberg Nielsen stríðir seg vónandi aftur til OL um trý ár (Mynd: Rógvi Langgaard)
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

Undan finaluróðrinum varð royndi norðmaðurin Kjetil Borch mettur at vera favorittur og Sverri Sandberg Nielsen honum á baki. Tað vóru eisini teir, ið so at siga fylgdust fyrru hálvu av kappingini, har Sverri fyri tað mesta júst hevði munin.

Týski Oliver Zeidler, ið Borch og Sverri hava kappast við um EM og HM-gull seinastu árini, rakk heilt óvæntað júst ikki finalupláss í riðlinum mikudagin, har norðmaðurin vann sín riðil, og føroyingurin endaði nummar tvey í sínum riðli, við eitt sindur verri tíð.

Tað var Stefanos Ntouskos, ið vann riðilin við bestu tíðini í hálvfinaluni. Í fyrru hálvu í finaluni lá hann eitt sindur aftanfyri Sverra og Borch, men í seinnu hálvu setti 24-ára grikkin av álvara ferð á við títtum og góðum tøkum, og tað gjørdist so líðandi greitt, at tað fór at vera ógvuliga trupult at taka hann aftur.

Ntouskos varð eftir flotta úrsltið í hálvfinaluni mettur at vera nummar trý í røðini av favorittum, men tað varð áðrenn OL als ikki væntað, at hann fór at fara avstað við gullinum. Hann setti persónligt met í finaluni við at rógva teir 2.000 metrarnar uppá 6.40 minuttir.

Tað gjørdist heilt tungt fyri Sverra, tí Damir Martin úr Krotia nærkaðist topp-trý, og seinastu metrarnir fór Kjetil Borch nakað frá Sverra, og Martin, ið fekk silvur í Rio í 2016, megnaði at basa miðvinginum við 15 hundraðpørtum - málmyndir vórðu neyðugar fyri finna seinasta medaljuvinnaran.

[object Object]

- Tað hevði verið ein stórur missur fyri danska rógving, um Sverri Nielsen gavst nú, og vónandi er hann aftur um trý ár

Hetta vóru donsku viðmerkjarnir á Eurosport samdir um undir heiðursmerkjahandanini hjá singlescullara-rógvarunum, har teir og so nógv í Føroyum sum høvdu fylgt við, kundu sita og irða seg og føla við Sverra.

Sverri kom trygt í finaluna, byrjaði hana ógvuliga væl og hevði á pappírinum eina góða tíð, men tað endaði tíverri við stórum vónbroti.

Um trý ár er OL aftur - tá í Paris - og spurningurin er so, um tá 30-ára gamli føroyingurin tá verður við. Hann hevur longu prógvað, at hann kann koma sera langt við hørðum og miðvísum arbeiði og nógvum vilja, og Sverri Sandberg Nielsen er framvegis evropameistari og hevur gjørt heilt nógv her í Føroyum errin og spent.

OL-Finala
Sea Forest Waterway, Tokyo - 30.juli, 01.45 (09.45 lokala tíð)

1. Stefanos Ntouskos - Grikkaland (6.40.45)
2.  Kjetil Borch - Noreg 
(6.41.66)
3. Martin Damir - Kroatia (6.42.58) 
4. Sverri Sandberg Nielsen - Danmark/Føroyar (6.42.73)
5. Alexander Vyazovkin - Russland
6.49.09
6. Mindaugas Griskonis - Litava 6.57.60

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 30. juli 2021

36 Leygardagur 31. juli 2021

Sverri gevst helst á hægsta støði

27-ára gamli rógvarin var ógvuliga vónbrotin og rørdur eftir finaluna í Tokyo, har hann var 15 hundraðpartar frá OL-heiðursmerki: - Eg eri farin so langt, sum eg vil fara, og sum kroppurin kann fara

- Eg havi í øllum førum gjørt alt, sum eg kundi, og eg havi gjørt alt rætt - nú vil eg ikki meira, segði Sverri eftir róðurin
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

- Bíða líka, eg noyðist líka at stegða.

Sverri Sandberg Nielsen var rørdur eftir finaluróðurin í Tokyo ólavsøkunátt, og tað rakti serliga miðvingin, tá hann varð spurdur inn teir túsundtals føroyingarnir, ið millum annað fylgdi við róðrinum á stórskermi. Sverri noyddist líka at fara burtur, seta seg at húka og hálvan annan minutt seinni var hann til reiðar aftur við mokrofonina.

- Okay...eg royni at steingja tað úti, at tað eru so nógv, sum fylgja við. Men tað merkir ógvuliga nógv, og eg vóni at tey kunnu vera errin av tí, sum eg havi avtrka. Eg gjørdi í øllum førum tað, sum eg kundi, og eg eri ógvuliga takksamur fyri, at tað eru so nógv, sum hava fylgt við.

Evropameistarin var ein av favorittum av vinna í einscullara-greinini, men hann var tíverri 15 hundraðpartar frá at fáa OL-heiðursmerki i einum tøttum og sera spennandi róðri - einum róðri ið møguliga var tann seinasti hjá Sverra á hægsta støði: 

- Tað er ein harmilugur máti at enda uppá. Men eg havi í øllum førum gjørt alt, sum eg kundi, og eg eg havi gjørt alt rætt. Eg eri farin so langt, sum eg vil fara, og sum kroppurin kann fara - eg vil bara ikki halda fram við tí.

- Man kann ikki siga, at eg ikki fái hug at royna aftur um nøkur ár, men eg var ógvuliga greiður yvir, at hetta var tað síðsta hjá mær. Kroppurin er nakað trýstur, so tað er ein avgerð, ið eg havi tikið, segði Sverri millum annað við danskar miðlar eftir róðurin.

Hann er errin yvir arbeiði, ið er framt seinastu árini, men er ógvuliga vónbrotin yvir, at OL-dreymurin á sín hátt brast. 27-ára gamli føroyingurin, ið var ein stór donsk heiðursmerkjavón, var so nær við, og hóast hann ikki hevði roknað eitt heiðursmerki sum trygt, so hevði Sverri Nielsen í minsta lagi vóna, at okkurt metal kom um hálsin. 

Sverri Sandberg Nielsen hevur seinastu árini verið sera væl við millum teir bestu í heiminum, og hetta er ógvuliga flott. Hann hevur fingið HM-heiðursmerki, hevur vunnið World Cup-stevnur, EM í inniróðri, sett ymisk met, og í fjør vann miðvingurin EM í einscullara.

Myndir: Rógvi Langgaard

[object Object]

[object Object]


[object Object]

[object Object]

[object Object]

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 30. juli 2021

37 Leygardagur 31. juli 2021

- Vit eru øll errin av tær

- At tað ikki lukkaðist at uppnáða tí málið tú hevði sett tær, tað harmast vit um. Men eitt skal man ikki gloyma, tú savnaði eina heila bygd, kommunu, oyggj og tjóð, sum øll er ótrúliga errin av tær og øllum tínum stóru avrikum, sigur Bjarni Prior, borgarstjóri í Vága kommunu

Miðvágur ólavsøkunátt (Mynd: Jens Kr. Vang)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Tað er ringt at seta seg í tína støðu, tí tað eru fá í heiminum, ið hava hegni og vilja at koma í ta støðu, at rógva eina finalu í OL. At tað ikki lukkaðist at uppnáa tí málið tú hevði sett tær, tað harmast vit um, sigur borgarstjórin í Vága kommunu, Bjarni Prior, í takkarskrivi.

- Eitt skal man ikki gloyma, tú savnaði eina heila bygd, kommunu, oyggj og tjóð, sum øll er ótrúliga errin av tær og øllum tínum stóru avrikum.

[object Object](Mynd: Rógvi Langgaard)

- Tað var ein deilig kensla at hoyra øll sum vóru komin saman, og viðurkennandi klappa fyri tær tá róðurin var lokin, tí øll vistu at tú gav tað tú hevði.

Klokkan 1:45 fríggjanáttina var róðurin hjá Sverra í Tokyo vístur á stórskíggja á fótbóltsvøllinum í Miðvági.

- Eisini vilja vit takka Miðvágs Róðrarfelag fyri at skipa eitt fyrimyndarligt kvøld, har stoltleikin lýsti úr teimum øllum ið hava riggað til.

[object Object](Mynd: Vága kommuna)

- Um tøkini framyvir verða í single sculler, ella annað á lívsins leið, so vilja vit ynskja tær alt tað besta, skrivar Bjarni Prior.

Tað eydnaðist Sverra Sandberg Nielsen at koma í finaluna í OL, og hann var bara 15 hundraðpartar frá bronsuheiðursmerki.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 30. juli 2021

38 Leygardagur 31. juli 2021

HB setti meistararnar úr Montenegro uppá pláss

Bakkarnir Heri Hjalt Mohr og Daniel Johansen skoraðu fyri HB í nógva hitanum í Podgorcia, og tað endaði 6-0 samanlagt. Harvið skulu greipuvinnararnir í næstu viku spæla í Ísrael ella í Georgia í 3. umfari í Conference League

Heri Hjalt Mohr verður fagnaður eftir málið til 1-0 (Mynd: Aleksandar Djorovic / portal.fo)
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

Fyri einum góðum mánaði síðani tapti eitt tannleyst HB-lið í nógvum hita móti meistarunum úr Andorra í undan-undanumfarinum í Champions League.

Týskvøldið spældu greipuvinnararnir aftur á Balkan, hesaferð móti Buducnost Podgorica úr Montenegro. Tað lá um 35 hitastig í Podgoricia, har heimaliðið lat eitt mál inn í hvør sínum hálvleiki

Tað tykist vera heilt týðiligt, at HB-liðið er sum hamskift undir Kevin Schindler, og at samanlagda myndin er ein onnur enn í fleiri av undandarnu dystunum í ár.

Heri Hjalt Mohr var úti av hópinum ein part av juni av persónligum ávum, og spældi millum annað ikki í Champions League-dystinum. Hann er komin aftur á liðið, og høgri bakkurin hevur nógva megi, nógva ferð, ein stóran vilja og nógvar dygdir í serliga ein-móti-einum spælinum. Fyrrverandi kanturin rann fimm minuttir fyri steðgin fram við fullari ferð, meðan Michal Przybylski førdi bóltin fram. Mikkel Dahl fekk bóltin á brotsteigarmarkinum, og danski áleyparin fann hegnisliga Hera, ið hevði gjørt eina góða renning innum verjuna. Vinkulin var heldur spískur, men 24-ára gamli bakkurin fekk beint bóltin millum beinini á Buducnost-málverjanum.

[object Object]
Heri skorar her sítt fyrsta evropeiska mál

[object Object]
Pætur Petersen ovurfegin um málið hjá makkaranum í høgru síðu

[object Object]
Langi túrurin við nógvari ferð í nógva hitanum tók nakað av luftini hjá Hera (Myndir: Aleksandar Djorovic / portal.fo)

Hetta var einasta skotið uppá mál í 1. hálvleiki. Væntað varð, at Buducnost fór at koma út sum eitt óløgi, men tað var HB, ið byrjaði betri, og tað sá allatíðina út til, at Kevin Schindler og hansara menn høvdu tamarhald á støðuni.

Í 2. hálvleiki kom heimaliðið nærri við, men Teitur Matras Gestsson hevði nakrar góðar bjargingar, serliga eina við fótinum, og eitt skot rakti stongina. Samanlagt var verjuspælið hjá HB annars heilt gott, og serliga miðverjarnir Bartal Wardum og Hørður Askham, saman við verjukenda miðvallaranum Heðini Hansen, komu fyrst á nógv innlegg og fyri skot, ið heimaliðið royndi seg við.


[object Object]
Hørður Askham her í einum av sínum mongu nærdystum (Mynd: Aleksandar Djorovic / portal.fo)

[object Object]Kevin Schindler hevur heilt nógv, ið hann kann vera væl nøgdur við (Mynd: Aleksandar Djorovic / portal.fo)

[object Object]

[object Object]Daniel Johansen til 2-0 fyri HB (Myndir: Aleksandar Djorovic / portal.fo)

Í seinna hálvleiki økti Daniel Johansen við tryggum brotssparki, eins og hann gjørdi í Gundadali í fyrra dystinum - tað var innskifti Mads Mikkelsen, ið varð feldur.

Hesaferð var tað til 2-0, ið varð endaliga úrslitið á Gradski leikvøllinum. Hóast hetta úrslitið sum so ikki hevði nakað at siga fyri samlaða úrslitið, so merkir tað nakað fyri sjálvskensluna hjá havnarliðnum, og eisini fyri samlaða evroepiska roknistykki hjá føroysku feløgunum.  

HB vann 6-0 samanlagt, og sigast má at talan er um eitt heilt flott úrslit. Áðrenn var Buducnost favorittur, men liðið, sum gjørdist suverent meistari í Montenegro síðsta kappingarár, megnaði als ikki at bjóða HB av teir seinastu tríggjar hállveikirnar í uppgerðini í 2. umfari í Conference League.

Einki mál inn í 180 minuttir, eitt sterkt avrik samanlagt og HB er ógvuliga uppiborið víðari.

HB hevur fyri fyrstu ferð síðani 2014 spælt seg víðari í evropeiskari kapping, og skal hósdagin 5. august spæla á útivølli móti Maccabi Haifa, sum vann á georgisku meistarunum, Dinamo Tblisi í hesum umfarinum.

UEFA Europa Conference League
2. umfar, seinni dystur - 22. juli, Gradski Stadion Podgorica - 0-6 samanlagt
19.00: Buducnost Podgorica - HB 0-2 (0-1)
40' Heri Hjalt Mohr (Mikkel Dahl) 0-1
73' Daniel Johansen (br.) 0-2

HB (4-3-3): Teitur Matras Gestsson - Heri Hjalt Mohr, Bartal Wardum, Hørður Askham, Daniel Johansen - Michal Przybylski, Heðin Hansen, René Shaki Joensen - Pætur Petersen, Mikkel Dahl, Adrian Rúnason Justinussen  

Hesir komu inn í seinna hálvleiki: Mads Boe Mikkelsen, Stefan Radosavljevic, Hilmar Leon Jakobsen, Áki Debes Samuelsen, Jákup Thomsen

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 27. juli 2021

39 Leygardagur 31. juli 2021

B68 tryggjaði sær fult stigatal í Fuglafirði

Veruligur spenningur í niðurflytingarstríðnum

(Mynd: Televarpið)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Toftamenn tryggjaðu sær trý týdningarmikil stig í Fuglafirði sunnudagin í fyrsta dystinum eftir summarsteðgin. Teir vunnu 1-0 á ÍF.

Málið kom tá 73 minuttir vóru leiktir, tá liðskiparin hjá B68, Aleksandur Ó. Jensen, eftir eitt fríspark fekk ein leysan bólt í sekstanmetrinum, sum hann smekkaði í netið hjá ÍF.

Sigurin hjá toftamonnum merkir, at teir koma upp á 9 stig, og at tað nú bara eru tvey stig upp til ÍF og 07 Vestur, sum liggja á áttanda og sjeynda plássi í Betri deildini.

Sostatt má sigast at vera veruligur spenningur í niðurflytingarstríðnum.

B68 hevur næsta umfar møguleika at fara fram um bæði fuglfirðingar og vágame. Tí vinna toftamenn móti TB meðan ÍF og 07 Vestur tapa sínar tungu dystir móti ávikavist NSÍ og HB, kemur B68 upp á 12 stig, og ájavnt við EB/Streym á sjeynda plássi.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 25. juli 2021

40 Leygardagur 31. juli 2021

Ólavur Larsen sagt upp hjá ÍF

Felagið hevur mist lyklaleikarar í summar, og sum steinur oman á byrðu, taptu fuglfirðingar sunnudagin móti B68, og eru endaðir í einum niðurflytingarstríði. Nú hevur høvuðsvenjarin sagt seg úr starvi

Ólavur Larsen (Savnsmynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Tað er stór frágongd í Fuglafirði. Uros Stojanov og Filip Djordjevic eru farnir í summar, og nú takkar enn ein fyri seg.

Talan er um høvuðsvenjaran, Ólavur Larsen, sum ikki longur er venjari hjá felagnum. Hann hevði annars sáttmála fyri 2021 og 2022 upp á pláss í felagum.

- Vegna starvsnevndina hjá ÍF, skulu vit hervið boða frá, at Ólavur Larsen hevur sagt seg úr starvi, skrivaði ÍF í fráboðan mánadagin. Sagt varð at felagið arbeiðir við einari loysn.

ÍF skrivaði annars í apríl undir sáttmála við Ólav Larsen yri kappingarárini 2021 og 2022.

Spenningur er í botninum í Betri deildini. Við sigrinum hjá B68 á ÍF í gjár, hála toftamenn seg upp á 9 stig, og ota seg inn á ÍF og 07 Vestur sum hava 11 stig hvør.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 26. juli 2021

41 Leygardagur 31. juli 2021

Víkingur heldur fast í góðu gongdini

Og EB/Streymur tryggjaði sær sigurin í evstu løtu. Tveir dystir vórðu leiktir í bestu mansdeildini í fótbólti týskvøldið

(Savnsmynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Samstundis sum HB spældi seinna dystin í Europa Conference League ímóti Buducnost í Montenegro vóru tveir dystir leiktir í bestu heimligu mansdeildini.

Víkingur tók ímóti NSÍ í Sarpugerð í Norðagøtu. Hóast leikferðin var høg í fyrra hálvleiki, kom einki mál.  Tá ein lítil tími var farin stóð Sølvi Vatnhamar klárur eftir innlegg í sekstanmeturin og setti bóltin í netið.

Lítla løtu seinni var brotsspark til Víking, sum sami maður umsetti til mál, og økti til 2-0.

Dysturin tóktist avgjørdur, men við langskoti, úr eini 40 metrum, minkaði Tróndur Jensen um munin til 2-1, og fekk spenning í aftur. Hetta datt kortini á gólvið eina løtu eftir tá Johan Troest Davidsen fekk sítt seinna gula kort og varð vístur av vølli.

Fleiri mál komu ikki í dystinum, og Víkingur fer klatrandi upp móti KÍ á fyrsta plássi. Felagsliðið í Gøtu og Leirvík hevur nú 34 stig meðan KÍ hevur 41 stig. Hjá NSÍ á fjórða plássi stendur ikki líka væl til. Vinnur B36 sín ólavsøkudyst móti TB í morgin koma teir hvítu úr Gundadali eisini upp á 27 stig, og so er opin dystur um gylta evropaplássið.

Á Dungasandi var EB/Streymur á vitjan hjá 07 Vestur. Eitt mál kom í dystinmm, og tað kom ikki fyrr enn í allar síðstu løtu.

Tá eydnaðist tað Tóka Johannesen at fáa bóltin inn um stóru verjuleikararnar hjá 07 Vestur og tryggjað sundalagsmonnum trý umráðandi stig nú B68 hevur sett eld í niðurflytingarstríðið.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 27. juli 2021

42 Leygardagur 31. juli 2021

Allan K. Jepsen koyrdur til hús

NSÍ skal hava nýggjan venjara

Allan K. Jepsen (Mynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Besta mansliðið hjá NSÍ skal hava nýggjan venjara. Tað er greitt eftir at felagið ólavsøkuaftan boðaði frá, at Allan K. Jepsen ikki longur er venjari í NSÍ.

NSÍ hevur valt at siga sáttmálan upp, verðru sagt í fráboðanini.

Tað hevur ikki gingið eftir vild hjá runavíkingum í ár. Herfyri taptu teir samanlagt Europa Conference League dystirnar móti FC Honka úr Finnlandi, og ruku út úr kappingini, og í heimligu kappingini hevur heldur ikki gingið væl.

So seint sum týskvøldið tapti NSÍ 2-1 móti Víkingi. NSÍ liggur á fjórða plássi við 27 stigum.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 28. juli 2021

43 Leygardagur 31. juli 2021

Elisabet í fulltíðarstarv hjá KÍ

Umframt at vera fysiskur venjari hjá besta mansliðnum, fer hon nú eisini at ráðgeva um kost og fysiska venjing í KÍ-akademinum og hjá besta kvinnuliðinum

Elisabeth Vang (Mynd: KÍ)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Elisabet Vang varð undan hesum kappingarárinum sett í starv sum fysiskur venjari hjá besta mansliðnum hjá KÍ.

Hetta hevur eftir øllum at døma riggað so mikið væl, at samstarvið nú bæði verður longt og víðkað.

- Vit fara at víðka um samstarvið, har Elisabet Vang frameftir kemur at ráðgeva um kost og fysiska venjing í Akademinum og hjá Betri Kvinnum. Hetta hevur við sær, at Elisabet kemur at vera í fulltíðarstarvi hjá KÍ, sigur felagið.

23 ára gamla Elisabet Vang verður verandi í KÍ í øllum førum til og við kappingarárinum 2022.

[object Object]Elisabet Vang hevur annars verið at sæð á besta kvinnuliðnum hjá B36 (Mynd: Sverri Egholm)

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 28. juli 2021

44 Leygardagur 31. juli 2021

Ásla er nú AGF-leikari

Liðskiparin hjá Føroyum er flutt til Aarhus, har hon heldur fram at spæla í bestu deildini, og har hon skal verða ein styrkur

 
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

25-ára gamli vinstri bakkurin hevur síðani 2018 spælt fyri FC Nordsjælland. Har hevur Ásla Johannesen millum annað verið við til at flyta upp í bestu deildina.

Hæddarpunktið í "projektinum" í Farum kom á sumri í fjør, tá Ásla og liðfelagirnir vunnu donsku steypakappingina og harvið brutu røðina hjá størstu feløgunum í donskum kvinnufótbólti - Brøndby og Fortuna Hjørring. 

Tað er júst Fortuna Hjørring, ið verður fyrsta veruliga uppgávan hjá Áslu í sínum nýggja felagi. Leygardagin 7. august tekur AGF móti Fortuna Hjørring á Ceres Park, og tað verður vónandi við Áslu á liðnum. Felagið skrivar íhvussu er á heimasíðu sínari, at føroyski landsliðsleikarin, sum fyrst og fremst er vinstri bakkur, er ein styrkur.

- Vit fegnast um, at vit hava kunna fingið fatur á einum leikara sum Áslu Johannesen, ið hevur víst seg væl fram í deildini tey seinastu árini. Hon er ein hart arbeiðandi verjukendur leikari, við nøkrum dygdum, sum vit fara at fáa stóra gleði av í okkara stremban eftir at standa okkum væl í komandi kappingarári, sigur stjórin fyri AGF Kvindefodbold, Marie Greve.

Í Aarhus, har Ásla nú hevur verið í nakrar vikur, er tað Katrine S. Pedersen, ið stendur á odda. Talan er um eina ógvuliga roynda kvinnu. 44-ára gamli venjarin hevur seinastu seks árini verið hjálparvenjari á danska kvinnulandsliðnum og hevur sjálv spælt 210 landsdystir - hetta er met. Katrine S. Pedersen var yrkisleikari í Noreg, Svøríki, Onglandi og Australia.

Nú skal hon royna at menna Áslu Johannesen, ið við AGF TV sigur, at hon helt at projektið í felagnum tyktist lokkandi, og at hon at hon fegnast um at vera í felagnum. Hoyr samrøðuna á ein minutt ovast.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 30. juli 2021

45 Leygardagur 31. juli 2021

Væl vitjað 100-ára hald hjá føroysku kappríðingini

Freyr við Birnu Jóannesarson vann Tvíspor ung, sum var størsti bólkurin, og har rossini har høvdu sera góðar tíðir

Hóast mjørka, so man vera nógv ár síðani, at so nógv fólk hava verið til kappríðing í Føroyum
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

100 ára haldið hjá føroysku kappríðingini var sera væl vitjað, tá kappast var ólavsøkudag. Hóast mjørka, so man vera nógv ár síðani, at so nógv fólk hava verið til kappríðing í Føroyum. 

Kappingin gekk eisini sum heild bæði skjótt og væl. Byrjað var við tølt. Hesa kappingina vann Brynjar við Regin Johannssen á bakið. Teir báðir kiksaðu í fyrsta riðlinum, men í seinna umfarinum gjørdu teir bart og vunnu við tíðini 11,53. Nr. 2 var Tango við Silju G. Eystberg og nr. 3 Strákur og Bárður Johannessen. 

Skeiðkappingin var merkt av sera góðum tíðum. Vinnari gjørdist Kór við Beintu P. Debes á bakið, tey komu heilt niður á 8,38 sek um teir 100 metrarnar, sum skeiðkappingin er. Hetta er ein sera flott tíð. Nummar 2 gjørdist Syrpa og Bárður Johannessen og nr. 3 Orka við Ranju K.H. Djurhuus.

Trav var vunnið av Tango og Lailu Christiansen, tey vóru tey einastu av fýra rossum sum megnaðu at koma reint gjøggnum teir 250 metrarnar travkappingin er.

Tvíspor ung var størsti bólkurin, og rossini har høvdu sera góðar tíðir. Hugaligt at síggja hvussu íðin og dugnalig tey ungu reiðfólkini eru. Vinnari á ólavsøku gjørdist Freyr við Birnu Jóannesarson, tey høvdu tíðina 17,85 sekund um 250 metrar. Nummar tvey var Sílfa við Ásu Bárðardóttir, teirra tíð var 17,93, so bara 8 hundrandapartar av einum sekundi skilti tær báðar. Nummar 3 gjørdist Tindur við Ranju K.H. Djurhuus. 

Tvíspor ll flokk vann Máttur og Oskar í Haraldstovu, nummar 2 var Gordon og Rebecka Jørgensen og nummar 3 Pegasus við Vár Joensen á bakið. Øll hesi trý rossini koma úr Vágum. 

Størsti spenningur er oftast um hvør vinnur Tvíspor l flokk, fimm ross vóru við í hesum flokkinum sum Ronja og Zacharias R. Jacobsen tó vunnu rímiliga trygt á degnum. Tey bæði høvdu tíðina 35,11 um 500 metrar. Nummar 2 var verandi føroymeistarin Svanna við Barbaru Carlsen og nummar 3 Bragi og Jóna Ólavsdóttir. 

Føroyar Ríðingarfelag/ross.fo

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 30. juli 2021

46 Leygardagur 31. juli 2021

Alex Johannesen vann Eysturoyar Cup

23. og 24. juli varð skipað fyri skjótikapping í Leirvík

Alex Johannesen úr Eysturskot vann kappingina (Mynd: Jens Kr. Vang)
SkrivaÐ:

Alda Nielsdóttir

Í døgunum 23.-24. juli var skipað fyri skjótikappingini Eysturoyar Cup í Leirvík.

Veðrið var av tí allarbesta, tá oyggjaleikaskjúttin Alex Johannesen, sum eisini eigur oyggjaleikamet frá Gibraltar, setti alla mótstøðu til viks og vann kappingina frammanfyri Esmar Joensen frá Byrsumúla.

Alex hevur einans luttikið í seks kappingum í ár, harav hevur hann vunnið gull í fýra av kappingunum. Alex er ein av høvuðsmonnunum í felagnum Eysturskot, og hevur hann ein dreym um at Eysturskot, sum er eitt spildurnýtt felag, skal fara at mennast til nakað rættuliga stórt, skrivar felagið í tíðindaskrivi.

Næsta kappingin, sum Eysturskot skipar fyri, verður FM í trap-skjóting 21. august. Kappingin verður á breytini hjá Eysturskot í Leirvík.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 25. juli 2021

47 Leygardagur 31. juli 2021

Havnarmenn vunnu

Havnarmenn vunnu tepurt á klaksvíkingar í stóra talvdystinum ólavsøkuaftan

 
SkrivaÐ:

Innsent

Stóri talvdysturin ólavsøkuaftan millum havnarmenn og klaksvíkingar gjørdist bæði javnur og spennandi, men úrslitið var, at havnarmenn vunnu tepurt.

Tíggju telvarar vóru á hvørjum liði. Í vanligum dystum í landskappingini verður telvað á fýra borðum. Báðir partar høvdu mannað seg væl til hendan kvikdystin, sum var liðugur innan ein tíma. Fitt av fólki var inni á gólvinum í nýggju hølunum hjá Havnar Telvingarfelag í Finsen og forvitnaðist.

Ætlandi verður hesin dystur fastur táttur á komandi ólavsøkum.

Havnin -Klaksvík 5½ - 4½
Martin Poulsen - Ólavur Simonsen 0 - 1
Olaf Berg -Rani Nolsøe ½ - ½
Carl Eli Samuelsen - Terji Petersen 1 - 0
Sjúrður Thorsteinsson - Finnbjørn Vang 1 - 0
Rógvi Mortensen - Steintór Rasmussen ½ - ½
Herluf Hansen - Haldur Suni Johansen ½ - ½
Margar Berg - Janus Skaale 0 - 1
Suni Merkistein - Tummas Martin Sólsker 1 - 0
Hjalti Toftum Jógvansson - Bogi Hansen 1 - 0
Jóannes V. Hansen - Flóvin M. Tummasarson 0 - 1

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 29. juli 2021

48 Leygardagur 31. juli 2021

- Trivnaður, tryggleiki og vøkstur eru okkara stavnhald

Røðan hjá Bárði á Steig Nielsen, løgmanni, tá tingið var sett ólavsøkudag

 
SkrivaÐ:

Innsent

Harra formaður, góðu føroyingar!

Trivnaður! Tryggleiki! Vøkstur!

Hetta verður stavnhaldið, nú Føroyar aftur fara upp í fulla ferð.

Vit skulu halda fast um tryggleikan, kveikja trivnaðin og áhaldandi skapa vøkstur í landinum.

***

Harra formaður!

Seinastu tíðina hava vit sæð eina lýsing:

“Ein maður. Ein dreymur. Eitt mál.”

Maðurin er Sverri Sandberg Nielsen úr Miðvági, sum í hesum døgum bjóðar heimselituni av í kappróðri á Olympisku leikunum í Tokyo.

Tá ið Sverri vann EM-gull, varð hann heiðraður í heimbygdini. Langa rekkjukoyringin vísti, at nógv stóðu saman við føroyska evropameistaranum.

Sverri segði sjálvur soleiðis:

“At allar Føroyar kunnu vera við, og at øll bygdin kemur og feirar tað saman við mær, tað betýðir øgiliga nógv.”

Tí tað betýðir nakað fyri okkum menniskju – fyri trivnaðin – at onnur eru har.

Sverri Sandberg Nielsen lutaði fegin føroyingum burtur av sigrinum. Og akkurát hetta – at vit luta øðrum burturav, tá ið tað gongst okkum væl – og at onnur rætta okkum eina hond, tá ið á stendur – hevur altíð verið partur av føroysku fólkasálini.

Hetta skal eisini síggjast aftur í politikkinum. Í tí, vit gera fyri trivnað, tryggleika og vøkstur.

Harra formaður!

Ein av fremstu fortreytunum fyri trivnaði er at hava trygt tak yvir høvdið. Í Føroyum hava fólk altíð bygt síni egnu hús. Tað gera tey framvegis. Men seinastu árini hava mong havt torført við at finna hóskandi heim.

Tí fegnist eg um, at privatar fyritøkur eisini taka ábyrgd við at byggja sethús og íbúðir. Hetta er við til at breiðka um bústaðarmøguleikarnar.

Hartil er ein bústaðarpakki samtyktur, sum eg vænti verður ein vælferðarpolitiskur varði.

Bústaðir hava fingið út móti hálvari milliard at byggja fyri komandi árini. Av hesum skal umleið helvtin brúkast til at fíggja búfelagsskapir til fólk við serligum tørvi, barnaverndarstovnar og lestrarbústaðir.

Restin skal – saman við íleggjarum – fíggja vanligar íbúðir.

Tað vísir seg at vera ójavnt, hvussu lætt tað er at fáa fígging til ein bústað á bygd í mun til ein bústað í miðstaðarøkinum. Her skal ein loysn finnast – helst saman við peningastovnunum.

Vaksandi áhugin hjá útlendingum at keypa hús her í landinum órógvar eisini. Men hesi viðurskiftini verða nú skipað soleiðis, at útlendingar, sum ikki hava fastan bústað í Føroyum, skulu søkja um loyvi at keypa.

Ein hóskandi javnvág má finnast.

Ein hóskandi javnvág má eisini finnast innan samferðsluna.

Samferðsla verður ofta lýst sum eitt hart virði, men eg havi hug at bjóða hesum av.

At binda samfelagið saman er eisini eitt bleytt virði, tí tað økir sanniliga um bæði trivnað og trygd.

Vit vilja stytta um innlendis teinarnar fyri at økja um møguleikarnar.

Tí binda vit nú samfelagið saman við tunlum. Seinastu fyrireikingarnar til Suðuroyartunnilin verða gjørdar komandi ár. Væntandi verður koyrandi úr Sumba til Viðareiðis áðrenn 2030.

Tá ið vit tosa um samferðslu, røkir Strandferðslan eina lívsneyðuga uppgávu.

Men vit vilja betra og broyta samferðsluna kring oyggjarnar – eisini útoyggjarnar. Tí fara vit at eftirmeta og nágreina, júst hvørjar tænastur Strandferðslan skal veita frameftir.

Harra formaður!

Tað er ymiskt, hvat fær okkum at trívast. Men fyri flestu okkara hevur familjan nógv at siga.

Hetta summarið gjørdist eg abbi fyri fyrstu ferð. Tað er stórt at síggja, hvussu lívið heldur fram, og hvussu ættarlið leggjast afturat.

Og tað eru jú børnini – komandi ættarliðini – sum er okkara høvuðsábyrgd.

Tey eru orsøkin til, at vit skulu varðveita tað góða og trygga samfelagið.

Skulu nýggju ættarliðini trívast, skulu vit geva familjunum bestu fortreytir.

Eg eri fegin um, at vit hava longt barnsburðarfarloyvið fýra vikur, so at foreldur nú kunnu vera um barnið í eitt heilt ár. Hetta er besta byrjanin, vit kunnu hugsa okkum.

Í dag fara flestu børnini á stovn. Vøggustovu- og barnagarðsárini hava stóran týdning fyri trivnað og tryggleika hjá børnum og foreldrum. Vit vilja tryggja børnum undir skúlaaldri bestu umstøður til at læra og búnast.

Men tó at umstøðurnar kunnu vera góðar, vita vit, at lagnan rakar ójavnt. Eisini børnini.

Tað kann til dømis kennast ótrygt hjá børnunum, tá ið foreldrini fara hvørt til sítt. Í løtuni endurskoða vit lógina um foreldramyndugleika, tí allar avgerðir skulu takast til barnsins besta. Teirra rættindi skulu styrkjast, og vit skulu lurta eftir børnunum.

Vit vita tó, at vit ikki fáa vart tey frá øllum, og tí eiga vit at gera alt fyri at hjálpa.

Til dømis teimum ungu, sum stríðast við sálarligan ampa.

Vit hava sett í verk eina royndarskipan við ókeypis sálarfrøðiligari viðgerð og hjálp til ung. Skipanin er longu nógv brúkt, so tørvurin er stórur.

Tørvurin á hjálp er eisini stórur hjá teimum, ið falla fyri rúsevnum. Rúsevnismisnýtsla man vera eitt tað ringasta, vit kunnu ímynda okkum fyri tey ungu.

Tí vilja vit fyribyrgja rúsevnismisnýtslu. Her koma góðir felagsskapir inn í myndina, tí børn og ung, sum trívast og eru partur av einum góðum felagsskapi, freistast ikki líka lætt.

Ein heildarætlan um at fyribyrgja rúsevnum er í umbúna. Hon lýsir, hvussu vit best lofta ungum, sum eru á veg út í trupulleikar.

Hartil mugu vit eisini hjálpa teimum, sum longu eru blivin bundin. Tey skulu hava bestu hjálpina.

Skulu vit trívast, krevst eisini, at vit sleppa at gagnnýta og menna okkara evni. At vit fáa hóskandi avbjóðingar og møguleikar.

Tí leggur landsstýrið stóran dent á at nútíðargera fólkaskúlan og útbúgvingarøkið.

Vit endurskoða fólkaskúlalógina, dagføra tíma- og lærugreinabýtið og raðfesta arbeiðið hjá flokslæraranum.

Trivnaðurin í fólkaskúlanum skal eisini raðfestast, tí tá ið eitt barn ikki trívist, verður verri at læra.

Eisini framhaldsútbúgvingar skulu mennast.

Ung við sálarligum avbjóðingum skulu hjálpast til at megna eina miðnámsútbúgving, og serbreytin á miðnámi skal bjóðast út fleiri staðir. Tað verður eisini gott, tá ið Rásin verður liðugt útbygd og fer at kunna taka 14 næmingar inn árliga.

Tørvur hevur verið á undirvísing til teirra, sum hava føroyskt sum annað mál. Men tilfar og undirvísing er nú ment, og saman við Setrinum fyrireika vit harumframt eina eftirútbúgving í føroyskum sum annað mál. Hon byrjar longu í heyst.

Hægri útbúgvingar hava við sær menning og trivnað og er besti møguleikin til at varðveita ungdómin her heima. Tí skal Fróðskaparsetrið støðugt mennast. Góðskan skal áhaldandi eftirmetast og tryggjast soleiðis, at okkara universitet kann fáa altjóða góðkenning og viðurkenning.

Eisini yrkisútbúgvingarnar skulu mennast. Millum annað er ein nýggj alaraútbúgving á veg, umframt ein útbúgving fyri handverksmeistarar.

Harra formaður!

Mentanin bindur okkum saman og fær okkum at trívast. Tilboðini eru mong, og tað legst støðugt afturat.

Leingi hava vit bíðað eftir einum tjóðleikhúsi, og ferð er nú endiliga komin á arbeiðið. Tjóðleikhúsið verður á Bursatanga í Havn, og í næstum skal støða takast til, hvussu byggjast skal.

Eisini ítróttarmentanin er sterk. Í flest øllum ítróttargreinum er framgongdin øgilig, og vit síggja, at um ítróttin fær røttu sømdir, standa føroysk ítróttarfólk einki aftan fyri onnur.

Og ítróttin snýr seg ikki bara um avrik, men eisini um felagsskap. Tí er umráðandi, at vit saman við vinnuni støðugt stuðla ítróttini.

Í løtuni stuðla vit øll Sverra Sandberg Nielsen.

Best, sum hann fyrireikaði seg til Olympisku leikirnar, varð hann – sum so mangur – raktur av koronu. Hetta tarnaði honum sjálvsagt, men so skjótt tað var ráðiligt, setti miðvingurin fulla ferð á, og brátt gingu árarnar aftur kykar í single-scullaranum.

Harra formaður!

Føroyar eru millum tey londini, sum eru komin frægast gjøgnum koronukreppuna.

Ikki tí. Eg veit, at vit ikki hava verið lýtaleys. Nógv hava merkt sváran sakn. Fleiri hava mist nógv. Hjá flestu okkara hevur trivnaðurin verið ávirkaður.

Kortini hava fleiri lond leitað sær íblástur í Føroyum til at basa smittuni – og nú nærkast floksimmuniteturin í hvørjum. Øll hava fingið koppsetingina í boði, og tað er nú ábyrgdin hjá hvørjum einstøkum at verja seg og onnur.

Vit nærkast aftur einum vanligum gerandisdegi, og málið er, at vit – eins og Sverri Sandberg Nielsen – skjótt kunnu seta fulla orku og fulla ferð á samfelagsárarnar aftur.

Fyri at fáa neyðugu floksverjuna hevur tað týdning, at flest gjørligt verða koppsett. Tað er ríkiligt av koppingarevni, so tað er bara at halda seg framat. Floksverjan skal vera so sterk sum gjørligt, tá ið full ferð aftur kemur á samfelagið.

Vanligi gerandisdagurin er í eygsjón. Hann gleða vit okkum øll til.

Harra formaður!

Eingin, sum er ótryggur, trívist. Tí er tryggleiki eisini ein sjálvsagdur partur av okkara stavnhaldi. Vit vilja varðveita Føroyar sum eitt av heimsins tryggastu londum.

Í fluttari merking skulu vit vera í einum góðum bjargingarvesti, um eitt óløgi brádliga skuldi tikið okkum út á sjógv.

Til dømis skulu vit, tá ið sjúka rakar, hvíla trygt í vissuni um, at vit fáa bestu hjálpina. Tað er avgerandi fyri einstaka menniskjað, fyri tey avvarðandi og fyri alt samfelagið. Ómetaliga virðið á heilsuni er orsøkin til, at allur heimurin í hálvtannað ár hevur ligið og andøvt. Tað er orsøkin til, at vit brúka stóran part av skattainntøkunum til heilsubót.

Landsstýrið hevur lagt nógv fyri á heilsuøkinum. Vit hava millum annað fingið skjótari útgreinan fyri demens, víðkað virksemið við MR-skannara, og vit hava hækkað játtanina til ADHD viðgerðarstovu.

Og vit hava stórar ætlanir komandi árini.

Ein er nýggja diabetesmiðstøðin. Saman við Novo Nordisk grunninum vilja vit geva diabetikarum betri viðgerð.

Góð viðgerð krevst somuleiðis, tá ið vit av ymsum orsøkum missa førleikar. Tí fáa hesi nú fleiri nýggj tilboð um at endurvenja og endurmenna seg.

Endurvenjingin er vegurin inn aftur í lívið.

Tá ið sjúka er staðfest, ræður um at fáa skjóta viðgerð. Við viðgerðartrygdini skal eingin bíða eftir viðgerð longur enn 30 dagar. Tað gongur rætta vegin, og á fleiri økjum er málið longu rokkið.

Harra formaður!

Eitt er heilsa og tryggleiki hjá tí einstaka.

Men vit arbeiða eisini yvirskipað við tryggleika – serliga nú stórveldini sýna Norðuratlantshavi áhuga, og nú støða skal takast til nýggja lofteftirlitsradaran. Við eitt er trygdar- og verjupolitikkur aftur vorðin ítøkiligur her heima.

Samskiftið við danskar myndugleikar um radaran hevur verið gott. Tað eru semjusøkjandi tíðir í ríkisfelagsskapinum. Øll trý londini vilja finna skilagóðar loysnir – eisini á uttanríkispolitiska økinum, har ríkisfelagsskapurin má dagførast. Tí er eitt samstarvsráð stovnað, sum skal viðgera uttanríkis-, trygdar- og verjumál.

Okkum tørvar sterkari samstarv og betri samskipan innanríkis fyri at tryggja frið og lágspenning, nú stórveldini eru úti um seg.

Landsstýrið arbeiðir støðugt við at beina burtur forðingar millum Føroyar og Danmark.

Á nýggjárinum varð sett í verk ein skipan, sum tryggjar føroyingum møguleika at fáa danskt CPR-nummar. Hon er sera væl móttikin og ger tað nógv smidligari og tryggari at avgreiða viðurskiftini við danskar lærustovnar og donsk sjúkrahús.

Harra formaður!

Føroyski búskapurin er tryggur. Landskassin er søguliga væl fyri, tí skuldin er lítil.

Landskassin hevði hall í fjør, og væntandi verður aftur hall í ár.

Men málið er greitt. Vit skulu hava avlop aftur í 2023. Avlopið skal síðani vaksa, so tað kann brúkast til at minka um skuldina og til at standa ímóti við, tá ið verri tíðir koma.

Harra formaður!

Tryggleiki merkir ikki, at vit sleppa undan bakkøstum. Hóast tú hevur bjargingarvest, kanst tú kortini verða sligin út.

Tryggleiki merkir, at vit royna at fyribyrgja, at bakkøstini henda, og at vit – tá ið kortini illa vil til – gera alt fyri at hjálpa.

Til dømis fara vit nú at seta í verk eina skipan við sorgarfarloyvi. Soleiðis kunnu foreldur, sum missa barn yngri enn 18 ár, syrgja í friði uttan at stúra um mista inntøku.

Tey, sum gerast langtíðarsjúk, mugu tryggjast betur. Tí leingja vit tíðarskeiðið, har tú kanst fáa dagpening. Hetta er eitt stórt framstig.

Somuleiðis mugu vit tryggja, at lív og heilsa ikki verða sett í váða orsakað av ósemjum á arbeiðsmarknaðinum. Vit skulu virða verkfallsrættin, men verandi støða er ikki haldgóð. Her skal ein betri loysn finnast.

***

Landsstýrið hevur eisini bøtt um fíggjarliga tryggleikan hjá pensjónistum.

Bara tær broytingar, sum vit hava gjørt seinastu tvey árini hava við sær, at pensjónistar í dag hava 1200 kr. meir at liva av um mánaðin.

Tey, ið vilja halda fram at arbeiða eftir pensjónsaldur – antin í fullum starvi ella partstíð – skulu hava møguleikan.

Vit hava lækkað munandi um mótrokningina fyri arbeiðsinntøkuna hjá pensjónistunum. Tí tað skal loysa seg at arbeiða, eisini sum pensjónistur.

***

Tryggleiki snýr seg um at vita, at tað er rúm fyri okkum. Eisini, um vit snáva á leiðini.

Tí mugu vit bøta um fongsulsviðurskiftini í Føroyum. Hesi eru ikki nøktandi. Vit skulu hava eitt tíðarhóskandi fongsul, har til ber at mennast og útbúgva seg.

Eg haldi bestu loysnina vera at byggja nýtt fongsul, ið nøktar tørvin.

***

Sverri Sandberg Nielsen er komin so langt við rógvingini, tí hann støðugt spyr seg sjálvan:

“Hvussu kann eg gerast uppaftur betri? Hvussu kann eg vaksa, og hvussu kann eg vaksa á rættan hátt?”

Allir úrmælingar mugu leggja til rættis, skynsamt og umhugsað, hvussu tey skulu vaksa; soleiðis, at tey avrika best eftir egnum evnum og í kapping við onnur.

Sama er við samfelagnum.

Orðið “vøkstur” verður ofta brúkt, mest sum upp á gjøt, uttan at hugsað verður um, hvat tað merkir.

Tá ið eg tosi um vøkstur, skulu tvær treytir lúkast.

Fyri tað fyrsta má vøksturin vera burðardyggur.

Vit skulu stuðla upp undir virksemi, sum ikki bara skapar vøkstur her og nú, men har virðini eru varandi. Er tað ikki burðardygt, er tað ikki veruligur vøkstur.

Fyri tað annað má vøkstur altíð vera eitt amboð at røkka einum hægri endamáli. Í Føroyum skulu vit skapa burðardyggan vøkstur, tí vit skulu varðveita og styrkja vælferðina í landinum.

Við fríari kapping skapa vit størsta framburðin og fleiri møguleikar til fólkið, ið her býr. Við virknari kapping fáa vit bestu og bíligastu tænasturnar. Um ein fyritøka tekur ov høgan prís, bjóðar ein onnur av. Tað síggja vit eitt nú í fíggjarheiminum, har fakfeløgini umhugsa ein fakfelagsbanka, nú teirra limir skulu rinda meira.

Ein forðing fyri vøkstri er ovurhondsstóri tørvurin á arbeiðsmegi, sum flest allar vinnugreinar síggja. Vit fara at gera tað smidligari at fáa arbeiðsmegi uttanífrá, nú okkum vantar fólk á so nógvum økjum.

Harra formaður!

Tað er vælferðin, sum veitir okkum trivnað og tryggleika.

Við hesum í huga havi eg sett eitt Vakstrarforum, ið skal eyðmerkja mest uppløgdu vakstrarøkini og soleiðis styrkja vælferðina og trivnaðin. Vakstrarforumið skal vísa á, hvørjar førleikar vit kunnu gagnnýta í kappingini við onnur, og higartil eru fimm øki eyðmerkt.

Tað fyrsta er havið. Vit kunnu útvega milliónum heilsugóðan mat, samstundis, sum vit vaksa.

Fyri tað annað eiga vit at leggja størri dent á kunningar- og samskiftistøkni.

Eitt triðja vakstrarøki eru maritimar tænastur.

Fjórða økið er ferðavinnan.

Fimta økið er tilfeingið. Her hugsa vit helst fyrst um stertar. Men týdningarmesta tilfeingið eru gløggu høvdini og royndu hendurnar. Tí eru eisini útbúgving og arbeiðsmarknaður uppløgd vakstrarøki.

Yvirskipað skulu vit fáa greiðu á, hvat vit duga best, og hvussu vit vinna kappingina við onnur. Vit hava longu greiðar fyrimunir. Tí vit eru væl útbúgvin, arbeiðssom og skapandi. Og vit hava stórt álit hvør á øðrum.

Vit hava eisini stórt álit á vinnuni.

Alivinnan finnur støðugt nýggjar vakstrarvegir. Vit vilja geva henni fleiri møguleikar við at ala á landi og til havs. Í løtuni verður arbeitt við at finna best skikkaða havøkið eystan fyri Føroyar.

Umstøðurnar at ala tara eru somuleiðis í heimsflokki, og fyrstu loyvini til vinnuliga taraaling vórðu latin í fjør.

Tarin veksur skjótt og er av bestu dygd í okkara reina sjógvi.

Reini sjógvurin gevur okkum eisini fyrstafloks fisk. Men skal fiskivinnan vaksa, krevjast tryggir og støðugir karmar. Tað hevur hon nú. Tí síggja vit stórar íløgur í framkomin skip, ið gera høvuðsvinnuna burðardyggari.

Leisturin fyri veiðigjald er lagdur, ið leggur upp fyri sveiggjum í fiskaprísi og fiskiskapi.

Eisini er skattur settur á veiðuloyvi, ið verða endaliga seld. Tað skal loysa seg at vera í vinnuni, og selur tú teg úr vinnuni, kemur vinningurin samfelagnum til góðar.

Men veiðuloyvini eru einsamøll ikki trygd fyri fiskiskapi. Hjá heimaflotanum hevur fiskiskapurin verið lakur í langa tíð. Vit royna stútt og støðugt at útvega heimaflotanum fleiri rættindi.

Í løtuni er eingin avtala um rættindini til makrelin. Brexit ger samráðingarnar truplari. Føroyar og Noreg hava ásett sína egnu makrelkvotu í ár, men eg vóni, at strandarlondini finna eina breiða semju sum skjótast, tí vit skulu hava burðardygga veiðu í øllum liðum.

Harra formaður!

Í einum veiðisamfelag sum okkara hevur kunnleiki um veðrið altíð havt stóran og mangan lívbjargandi týdning.

Í mong ár hava vit litið á veðurtænastur í grannalondunum. Nú er føroyska veðurtænastan farin til verka, og tað fer at geva okkum neyvari forsagnir.

Veðurvánirnar skulu miðlast betur, og veðurtænastan skal gera tað møguligt at samstarva um altjóða veðurlagsgransking.

Samstarv gagnar eisini útflutninginum, og nú vilja vit hava fríhandilssáttmálar við eitt nú Kina, Russland, Japan og Suðurkorea.

Vit eru í løtuni í holt við at styrkja munandi um okkara samstarv við ES. Hetta fer bæði at bøta um handilsviðurskiftini og styrkja samstarvið á øðrum økjum.

Fyri nøkrum døgum síðani sendi eg Ursulu von der Leyen, ES-nevndarforsetanum, okkara uppskot, og eg vænti, at vit skjótt koma á mál.

Samstarvið við USA verður eisini styrkt – bæði í sambandi við vinnu, gransking, útbúgving og mentan. Vit menna samstarvið í sátt og semju.

Semja má eisini finnast ímillum ferðavinnu og landbúnað her heima.

Ógreiða støðan, sum valdar í løtuni, tænir ikki Føroya umdømi uttanlands – og skapar ósemjur innanlands.

Neyðugt er tí við nýggjari lóg, sum bæði hevur atlit at landbúnaði og lokalum vinnumøguleikum, men eisini tryggjar ferðavinnuni menningarmøguleikar.

Harra formaður!

Tá ið vit tosa um vøkstur, er neyvan nakað, sum hevur størri týdning, enn at økja grønu orkuna. Vit hava orðað uppskot til nýggjan orku- og veðurlagspolitikk, sum við 25 ítøkiligum átøkum skal tálma oljunýtsluni.

Tað skulu stór tøk takast í orkuframleiðsluni, og her skulu fleiri til at bera byrðarnar. Tað krevst tó fult gjøgnumskygni, skulu vit tryggja neyðugu kappingina og menningina á orkuøkinum. Í løtuni arbeiða vit saman við SEV um at finna bestu loysnina. Arbeiðið er komið væl áleiðis, og vit leggja nýggja lóg fyri Tingið í heyst.

Harra formaður!

Róðrarkempan úr Miðvági, Sverri Sandberg Nielsen, hevur ongantíð dult fyri, at málið var eitt heiðursmerki.

Men sama hvussu líður eftir, hevur hann longu verið okkum ein fyrimynd. Við at droyma stórt og umseta dreymin til ítøkiligt mál. At arbeiða hart og ongantíð taka eyguni av málinum. At trúgva á egin evni og síggja seg líka góðan sum kappingarneytarnir.

Í lýsingini um hann falla orðini soleiðis:

»Skotið er latið, og fyrsta takið er tikið.

Nú ræður um at spenna fót í bekk, tí nú telur hvørt einasta tak.

At gera dreym til veruleika og verða heimsins besti rógvari.«

Sama kundi verið sagt um føroyska samfelagið, nú vit – eftir at hava andøvt í hálvtannað ár – aftur spenna føtur í bekk og seta á.

Latum okkum finna góða áralagið, gera dreym til veruleika og skapa eitt samfelag í serflokki við trivnaði, tryggleika og burðardyggum vøkstri sum stavnhaldi.

Góða ólavsøku, øll somul!

Gud signi Føroyar.

Bárður á Steig Nielsen, løgmaður

Røðan og útgreinaða frágreiðingin kann lesast her

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 29. juli 2021