Lat aftur Yvirlit list articles in edition

Leygardagur 25. september 2021 | Nr. 39 | Árgangur 2 | Kr. 0,00

Feigdarboð í útlegd

SíÐa 3

1 Leygardagur 25. september 2021

Góðan lesihug og gott Vikuskifti

Nýggj útgáva hvønn leygarmorgun kl. 7

Oddagrein

Nú er skjótt nóg mikið

Tað gongur strilti hjá myndugleikum og koronaráðgevum at sannføra tey seinastu av landsins borgarum, um at verða koppsett móti korona-virusinum, sum hevur lagt sín ófrættakenda doyvara á alt virksemið bæði her á landi og kring allan jarðarknøttin hetta seinasta hálvtannað árið.

Tað vísir seg, at tað eru ikki øll, ið vilja lata seg koppseta. Helst er tað komið óvart á myndugleikarnar, at talið á ivandi mótvegis koppsetingarætlanini var so stórt, sum tað nú vísir seg at vera.

Kortini halda koppsetingarliðini fram í síni ótroyttiligu herferð fyri at uppfylla málið um floksórin, sum myndugleikarnir hava sett sær fyri.

Fyri fáum mánaðum síðani kundu vit øsa okkum um fólk, sum royndu at troðka seg framum í bíðirøðini – nú fer koppsetingarliðið út at leita eftir fólki, sum vilja lata seg prikast. Í dag gongur leiðin í handilsmiðstøðina SMS í Havn.

Tíðin er skjótt komin, har vit fara at eftirmeta hvussu væl herferðin er eydnast. Og tað er ein staðfesting, at vit als ikki eru millum tey raskastu, tá tað kemur til at koppseta borgararnar.

Leingi lógu vit framman fyri eitt nú Danmark, men so er ikki meira. Í gjár vísti uppgerðin, at 67,2 prosent av fólkinum eru liðugt koppsett. Í Danmark var tað um 74 prosent, altso er Danmark nógv nærri setta málinum um floksórin.

Men tá hugsað verður um, at næstan 13 prosent av fólkinum eru børn undir 12 ár, sum ikki (enn) skulu koppsetast, so er føroyska talið tó rættiliga “pent”. Og spurningurin er, um vit ikki skjótt eru komin til tað punktið, tá “nokk er nokk”.

Punktið, tá heilsumyndugleikarnir fara at taka tað meira við ró, og ásanna, at tað ikki eru øll, sum vilja koppsetast, fyri ístaðin at skifta gear og flyta koppsetingarætlanina yvir á tað støðið, sum sigur, at nú eru tað bara tey, ið vilja, sum verða koppsett.

Tí tað er eitt persónligt val at verða koppsett/ur. Onkur eru, sum ikki trúgva ætlanini, onkur óttast hjáárin, onkur eru kanska, ið ræðast nálina, og so eru tað tey – ‘freeriders’ verða tey vistnokk kallað altjóða – sum bara bíða og lata hini gera tað.

Fremsta umboð fyri henda bólk, er jú einasta medisinska serfrøðin í sjálvum landsstýrinum. Hevði hetta landsstýrisumboðið fylgt egna tilmæli landstýrisins, ella tagt við síni persónligu áskoðan til koppsetingarætlanina, so hevði okkara koppsetingartal – sjálvandi – verið nógv tættari órinsmálinum enn tað nú er.

Tá byrjað varð at koppseta, var tað fyri at verja okkara eldru og veiku. Nú eru tey koppsett, og nógv færri eru deyð av umfarssjúku undir koronatíðini enn nakrantíð fyrr.

Sjúkrahúsverkið verður heyvan heldur plágað við ov nógvum covid-19 sjúklingum, tá tað nú eru fýra út av fimm vaksnum føroyingum, ið eru koppsettir.

Skulu vit ikki støðga hesi øðini við at fara út á geilar og stræti og evangelisera fyri einum koppsetingarevni og samstundis skerja frælsið hjá fleiri hundrað fólkum, tí tey hava staðið ov nær einum smittaðum?

Harragud, vit eru jú koppsett, og tey, sum ikki eru, ja, tey eru sjálvi úti um tað – tey hava fingið tilboðið. 

(rættað 27.09 kl. 13.10: Talið á smittaðum yvir 12 ár í Danmark)

SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

  • Blaðið

    Stovnað 2020

    Útgevari: Knassar

    Upplag: 10988

    Lisnar síður: 44191

    Dagført 10. hvørt sekund
  • Samband

    tel. 20 80 80

    [email protected]



    Ingi Samuelsen

    Redaktørur

    [email protected]

    tel. 22 22 73


  • Borgar Kristiansen

    Lýsingarráðgevi

    [email protected]

    tel. 23 66 01

2 Leygardagur 25. september 2021

Sambandsflokkurin aftur taparin í veljarakanning

Samgongan hevði ikki fingið meiriluta um val var í dag, sambært veljarakanning

Bárður á Steig Nielsen, løgmaður (Mynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Enn einaferð verður Sambandsflokkurin útnevndur sum stóri taparin í einari Spyr.fo veljarakanning. Hesaferð er tað ein kanning, sum Sosialurin kunngerð í blaðnum hesa vikuna.

Í kanningini sum er gjørd fríggjadagin, hevur Sambandsflokkurin eina afturgongd upp á 7 prosent stig í mun til valið í 2019. Tað gevur fimm tingsessir í mun til sjey í dag.

Hetta er sama tal av tingsessum, sum kanninginum í Blaðnum Vikuskifti fyri einum mánaða síðani gav Sambandsflokkinum.

Enn einaferð er tað Javnaðarflokkurin, sum hevði fingið eitt gott val, um Føroya fólk skuldu atkvøtt í dag.

Sambært kanningini fær flokkurin 30,5 prosent av atkvøðunum og gongur 8,3 prosentstig fram í mun til løgtingsvalið í 2019. Javnaðarflokkurin hevði fingið tíggju tingsessir um val var í dag.

Tjóðveldi stendur í stað, og teir báðir smáu flokkarnir Framsókn og Miðflokkurin ganga fram í prosentum, men halda fast við teir báðar tingessirnar, flokkarnir hava.

Sjálvstýri hevði ikki komið inn um tinggáttina, sambært kanningini, sum er kunngjørd í Sosialinum.

Samgongan hevði sostatt mist meirilutan í tinginum, og hevði bara fingið 15 tingsessir.

Spyr.fo-kanning 17. september 2021

Fólkaflokkurin 22,6 prosent, 8 tinglimir (8 tinglimir í dag)

Sambandsflokkurin 13,3 prosent, 5 tinglimir (7 tinglimir í dag)

Javnaðarflokkurin 30,5 prosent, 10 tinglimir (7 tinglimir í dag)

Sjálvstýri 1,7 prosent, 0 tinglimir (1 tinglim í dag)

Tjóðveldi 18,1 prosent, 6 tinglimir (6 tinglimir í dag)

Framsókn 7,0 prosent, 2 tinglimir (2 tinglimir í dag)

Miðflokkurin 6,8 prosent, 2 tinglimir (2 tinglimir í dag)


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 23. september 2021

3
Leygardagur 25. september 2021

Feigdarboð í útlegd

Søgan um ein sorgardag fyri 51 árum síðani – og um eitt einastandandi bjargingaravrik, tá ið Fokkker Friendship-flogfar datt niður í Mykinesi

 
SkrivaÐ:

Ólavur Waag Høgnesen

Í 1970 lá eg – 14 ára gamal – drúgt skeið á Ríkissjúkrahúsinum, frá seint á sumri og langt út á heystið. Ongantíð gloymi eg feigdardagin 26. septembur hetta árið: Eg sat í køkinum á TG1, sum deildin á Tagensvej æt, og prátaði við eina sjúkrasystir, tá ið danska radioavísin bar tíðindini um, at flogfarið hjá SAS-Icelandair hevði rent á Knúk í Mykinesi og var dottið niður.

Í bløðunum síggi eg, at flogfarið var ætlað at seta seg kl. 10.40 og at vanlukkan hendi um 11-tíðina. Eg minnist ikki, nær á degnum DR bar tíðindini, men eg minnist skelkin og hvussu óveruligt hetta kendist.

Dottið niður á fjøllunum
Flogfarið, eitt Fokker F-27 Friendship 300, kom úr Bergen hendan leygarmorgunin. Umborð vóru 30 ferðafólk, tveir flogskiparar og tvær flogternur. Stutt fyri kl. 10.40 misti flogvøllurin sambandið við flogfarið, og skip og bátar vórðu biðin um at hyggja eftir, um tað var dottið niður á sjónum.

Um middagsleitið komu ófrættatíðindi úr Mykinesi: Trý av ferðafólkunum vóru komin til bygdina og høvdu sagt frá, at flogfarið var dottið niður á fjøllunum. Eitt av hesum
ferðafólkunum var Poul Grunnveit úr Haldarsvík. Í Dimmalætting 29. sept. greiðir hann m.a. soleiðis frá:

Stórt bjargingartiltak
“Alt hendi so knappligt. Flogfarið stoytti seg fyrst eitt sindur niður í tokuna, so knappliga speedaði flogskiparin upp. Við eitt merktu vit, at fremsti parturin rakti eitt fjall. [Flog-]farið varð líka sum kastað upp í luftina og fór niðan eftir fjallinum og brotnaði í tríggjar partar”.

[object Object]

Sjálvur sat Poul í mittasta partinum av flogfarinum, beint aftan fyri, har tað brotnaði, og varð slongdur út gjøgnum brotið. Eftir at hava gingið í umleið ein tíma, komu tey trý ferðafólkini til bygdina.

Allir menn í bygdini fóru beinanvegin niðan á vanlukkustaðið, og stórt bjargingartiltak varð sett í verk. Hvidbjørnen, Tejsten og Smyril fóru vestur við læknum og sjúkrasystrum, og bátar fóru úr Sørvági við vágalækna og staðkendum monnum, eins og bátur kom við vestmannalækna.

Drigin upp á vallingina í línu
Tað var tó ikki sum at siga tað, at koma í land í Mykinesi. Vindurin var 11-14 m/s og ólagaligt sjóvarfall, so lendingin kundi ikki nýtast. Í staðin var farið undir Byrgi, har tað var ólagaligt at koma upp á land og høgt upp á vallingina, greiddi Leon Joensen frá í somu Dimmalætting. Havast skal í huga, at mong – helst tey flestu – ikki vóru von at ganga í brattlendi.

Leon Joensen greiddi frá, at bara teir kendastu kundu leypa upp á land. Teir kluvu so niðan á vallingina 10 favnar omanfyri, og loraðu so línu niður til hini. Hjálparfólkini vórðu so send til gongu í bólkum, hvør undir leiðslu av einum staðkendum manni, niðan á Knúk, og tók hetta um trý korter.

[object Object]

“Øll vóru einastandandi”
Ein av teimum, sum var í fyrsta bólkinum, sum kom á land undir Byrgi, var læknin umborð á sjóverjuskipinum Hvidbjørnen, 32 ára gamli Mogens Djernes (1938-1996). Í Sosialinum 30. septembur sigur hann soleiðis frá:

”Nakrir smábátar lógu undir oynni og tað var eydnast teimum at seta nakrar fáar staðkendar menn í land – og var hetta ein lukka fyri okkum, sum als ikki eru vanir at klúgva í bakka. // Vit vórðu heysaðir einar 20 metrar upp og fóru so til gongu – eini 8-10 mans vóru vit”.

Sosialurin skrivar eisini, at ”Mogens Djernes sigur annars, at tað var undrunarvert at síggja og uppliva, hvussu íðin og djørv bjargingarmanningin arbeiddi. Hann tekur til teir staðkendu mykinesmenn og seyrvingar, sum vóru heilt einastandandi – ja, í heila tikið øll, sum luttóku í arbeiðnum, ikki minst sjúkrasystrarnar”. Eisini verður tikið til, at bygdarfólkið í Mykinesi hýsti 60-70 fólkum hetta samdøgrið.

Bjargingarfólk viltust
Alt gekk ikki eftir vild undir truplu umstøðunum. Blaðið 14. Sept. frá 30. septembur skrivar, at í einum av bólkunum høvdu tey ikki gáað um, at tey ikki høvdu nakran staðkendan í bólkinum, og tey viltust. Tey 11 fólkini funnu sær skýli í einum seyðahúsi. Manningin á Hvidbjørnen sá ljós frá eini lummalykt og fekk boð til Mykinesar. Haðani fóru menn at leita og komu fram á fólkini klokkan 2 á nátt. Summi teirra vóru illa á holdi komin.

Mogens Djernes greiddi í sama Sosiali frá, at tá ið tey komu á vanlukkustaðið, vóru øll farin til gongu, sum ganga kundu. Á staðnum lógu tey deyðu og eini 6-8 løstað. Danski læknin metti, at tey, ið høvdu latið lív, vóru deyð uppá staðið. Trý vóru illa løstað, og eini 5-6 onnur høvdu fingið álvarsligar skaðar.

[object Object]

Fingust ikki av oynni
Ein stórur trupulleiki var, at tey løstaðu og skaddu fólkini fingust ikki av oynni: tað var tjúkt í mjørka, so flúgvandi var ikki við tyrlu ella ’helikoptara’, sum tá varð sagt og skrivað. Dimmalætting skrivar, at tyrlan hjá sjóverjuskipinum royndi fleiri ferðir at fara upp, men komin 20 metrar upp, sá manningin ikki land undir sær.

Morgunin eftir var framvegis kavtroðið í mjørka, men tað klárnaði, tá ið tað lýsti fyri degi. Umleið klokkan átta um morgunin lendi tyrlan í Mykinesi, og tey trý mest løstaðu vóru flutt á Landssjúkrahúsið – knapt samdøgur eftir vanlukkutilburðin.

“Ótrúligt at so nógv eru sloppin so væl”
Um middagsleitið vórðu tey, sum lógu arm- og beinbrotin á børu – eitt í senn – flutt umborð á Hvidbjørnen. Seint seinnapartin vóru hini ferðafólkini flutt umborð á verjuskipið, og klokkan níggju á kvøldi kom ’Hvidbjørnen’ á Havnina, har sjúkrabilar tóku ímóti – ein veruligur sjúkrabilur og seks aðrir bilar, ið vóru riggaðir til sjúkrabil.

Á Landssjúkrahúsinum høvdu tey úr at gera, men í hesum døpru løtum kundi yvirlæknin á Landssjúkrahúsinum Essa Arge staðfesta, at ”tað er ótrúligt, at so nógv eru sloppin so væl frá vanlukkuni” (Sosialurin 30. sept.). Yvirlæknin upplýsir fyri blaðnum, at báðar flogternurnar eru farnar til Íslands eins og eitt av føroysku ferðafólkunum, ið skal hava serviðgerð har. Eitt ferðafólk er útskrivað og tey flestu verða útskrivað um tríggjar vikur.

[object Object]

Átta fólk lótu lív
Átta fólk lótu lív í vanlukkuni, teirra millum flogskiparin Bjarni Jensson. Hann hevði drúgvar royndir sum flogskipari, og sambært Norðlýsinum 2. okt. hevði hann flogið á føroyarutuni síðani 1963. Millum tey deyðu vóru eisini Davilda Petersen úr Vestmanna (56 ár), Martin Holm úr Havn (60 ár) og Brynleif Hansen av Vatnsoyrum (33 ár).

Í 1970 var tað ikki gerandis, at vanlig fólk tosaðu í telefon millum lond. So fyri ein 14 ára gamlan drong meitlaði tað seg í sinnið og minnið at fáa at vita heiman, at Torbjørn Hjelm var við flogfarinum. Torbjørn – ella bara Hjelmurin – var granni okkara og pápi besta vinmann mín, Símin Petur Hjelm ella bara Piddi. Tey góðu tíðindini í míni verð vóru, at pápi Pidda var komin frá vanlukkini við lívinum.

Klaksvík: Tríggjar jarðarferðir dag um dag
Men ”Klaksvíkar bygd var hart rakt av vanlukkuni”, sum Norðlýsið skrivaði. Tríggjar dagar á rað vóru klaksvíkingar bornir til teirra seinasta hvíldarstað: Hans Jákup Joensen (51 ár), vanliga róptur ’kollfirðingurin’, Gunnleif Durhuus (35 ár) og Sofus Jacobsen (52 ár), vanliga róptur Sofus í Gøtu. Í vanlukkuni doyði eisini Ernst Petersen úr Porkeri, sum í fleiri ár hevði starvast hjá Kjølbro, men sum fá ár frammanundan var fluttur úr Klaksvík.

Fyrimyndarligt bjargingararbeiði
Regluligur ferðafólkaflutningur millum Føroyar og útheimin við flogfari byrjaði í 1963 og var eitt frambrot í samfelagsmenningini. Vanlukkan og sorgarleikurin 26. september 1970 var eitt álvarsligt bakkast fyri lutfalsliga nýggja flogferðasambandið, og ein áminning um, at allur framburður kann hava sín mótsetning við sær. Men hendingin er eisini søgan um, hvussu allar kreftir – professionellar og sjálvbodnar – samvirkaðu fyrimyndarliga, tá ið á stóð, undir sera
truplum umstøðum.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 25. september 2021

4
Leygardagur 25. september 2021

“Torbjørn Hjelm letur heilsa!”

Grannin hjá okkum á Lítlubrekku, Torbjørn Hjelm, sum tá var útvið 50 ára gamal, var við flogfarinum hendan dagin. Hann arbeiddi uppi á landi í Íslandi og skuldi heim at halda frí

Torbjørn Hjelm kongst til vinstru (Skíggjamynd: KVF / Kalmar Lindenskov)
SkrivaÐ:

Ólavur Waag Høgnesen

Heima vóru konan Alisa og børnini Piddi (16 ár), Elin (15) og Elsebeth (6), meðan stórasystirin, 20 ára gamla Sólrun, var flutt heiman.

– Eg minnist akkurát, hvar eg var, tá ið eg fekk tað at vita, sigur Piddi 51 ár eftir hendingina.

Piddi, sum tá gekk í 3. real (10. flokki), sigur, at leygardagar høvdu hann og vinmenninir tað til fast at seta upp í handlinum á Akursmørk á veg heim úr skúla.

“Eg haldi pápi mín er við har”
– Jolly Cola og rósinbreyð – tað var eisini fast! Og so sótu vit á skivuni og drukku Jolly Cola, ótu rósinbreyð og prátaðu, greiðir Piddi frá.

Útvarpstíðindini á døgurða vóru altíð, meðan ungu jassarnir sótu í handlinum á Akursmørk, men tíðindini um Vietnam-kríggið, fiskiskap og vápnakappdubbing mundu fara inn gjøgnum annað oyrað og út ígjøgnum hitt.

– Knappliga hoyri eg útvarpið siga, at flogfarið er dottið niður í Mykinesi, minnist Piddi, og leggur afturat, at hann segði bara “eg haldi pápi mín er við har”.

– Í veruleikanum var eg hjartkiptur, men tað vildi eg ikki hava, at hinir skuldu síggja á mær, sigur Piddi, sum pílaði heim – í iva um, hvørt pápi hansara mundi vera við flogfarinum: Pápin skuldi koma heim úr Íslandi, men útvarpið hevði sagt “íslandsflogfarið úr Bergen”.

[object Object]
Símin Petur Hjelm, ella Piddi, her avmyndaður í miðbýnum í Klaksvík saman við Hanus í Gørðum, sóknarpresti (Privatmynd)

“Ikki fara heim – øll gráta heima hjá tykkum!”
Heldur ikki 6 ára Elsebeth fór beina leið heim úr skúlanum hendan leygardagin. Tað hevði sína orsøk. Elsebeth sigur, at tveir dreingir komu til hana, tá ið hon var á veg heim úr skúla. Annar segði við hana, at hon skuldi ikki fara heim.

– Tað er hent nakað og øll gráta heima hjá tykkum, minnist Elsebeth, sum ongan hug hevði at fara heim til grát og tannagrísl.

– Eg hevði bara hug at flýggja, so eg fekk vinkonuna Borghild at koma við mær til stroks. Vit fóru niðan til vatnbrunnarnar, tí eg vildi goyma meg fyri tí óunniliga veruleikanum, greiðir Elsebeth frá.

Ein maður á knallert kom niðan eftir teimum at fáa tær til hús, men tær báðar - og brøður teirra, Piddi og John – minnast ymiskt ella als ikki, hvør knallertmaðurin var. Hvør veit, kanska hann lesur hetta ...

Kanska var hann deyður
Piddi minnist, at tá ið hann kom heim, var ein verri standur. Har var longu nógv fólk inni, men eingin grátur og einki tannagrísl. Fólk vóru álvarssom, og óttin kom til sjóndar í hesum, at eingin mælti eitt orð. Í syftingunum millum ótta og vón tordi eingin at nevna daprasta útlitið.

Við trimum børnum undir lonini hevur Alisa – mamman – havt sínar døpru løtur.

– Hon sat langar løtur í einum kamari niðriundir. Trýstið á hana hevur verið stórt, serliga tí óvissan var so stór: Fyrst varð sagt, at eingin var deyður og seinni varð sagt, at fólk høvdu latið lív, minnist Piddi.

Elsebeth minnist ikki, hvussu hon kom til hús, men tá ið hon kom heim, var nógv fólk var inni, men næstan deyðatøgn.

Alisa misti røddina
– Mamma sat í trappuni, sum gekk niður í kjallaran, og stardi fram fyri seg og segði ikki eitt orð, minnist Elsebeth, sum greiðir frá, at mamman hevði mist røddina.

Hon heldur ikki, at Alisa hevði hoyrt tíðindini um niðurdotna flogfarið í útvarpinum. Mamman fortaldi eina ferð nógv ár seinni, at hon var farin eini handilsørindi í døgurðatímanum. Á veg til hús veitraði hon til eina konu í grannalagnum, sum stóð fyri vindeyganum.

– Mamma fortaldi, at hendan konan reageraði so øgiliga løgið, so helst hevur konan vitað tað, sum mamma ikki visti, sigur Elsebeth, sum heldur, at mamman fekk tíðindini um flogfarið frá fólki, sum longu vóru komin inn til tey, tá ið hon kom aftur frá handli.

Uppringing úr Mykinesi
Piddi sigur, at tað var sera hugtungt at bíða í óvissu. Men eina ferð út á seinnapartin ringdi telefonin uppi á Lítlubrekku, og tað var ein kona úr Mykinesi, sum ringdi.

– Tann dag í dag veit eg ikki, hvør konan var. Hon segði við mammu: “Torbjørn Hjelm letur heilsa”, og lítið meira enn tað, helst eisini, at hann hevði tað gott, sigur Piddi og upplýsir, at pápin hansara var millum tey fyrstu, ið komu til bygdina.

Tøgnin
Piddi heldur, at pápin hansara mundi vera tann triði, ið kom til bygdar, og hann gekk sjálvur oman. Torbjørn slapp væl frá vanlukkuni: Hann hevði eitt ógvusligt merki um búkin av trygdarbeltinum og so ein snudd oman fyri annað eygað, tí hann var dottin, tá ið hann gekk oman.

Piddi hevur serliga heft seg við tøgnina – tað bleiv ikki tosað, hvørki heima, meðan tey bíðaðu í óvissu, ella aftaná.

– Gerandisdagurin í heimi og skúla kom aftur. Vit høvdu verið fyri einari ógvusligari hending, og í trimum heimum í bygdini var støðan nógv verri: Har høvdu børn mist pápan. Men eingin tosaði um tað, hvørki heima ella í skúlanum – tað bleiv tagt og ikki tosað ...

[object Object]

Torbjørn fór á flog aftur
Torbjørn Hjelm arbeiddi í entreprenrørarbeiði í Íslandi, tá ið hann kom heim við flogfarinum. Piddi sigur, at hann minnist ikki, um hann fór avstað aftur til Íslands eftir flogvanlukkuna ella ikki.

- Men hann arbeiddi eitt drúgt skifti í Scoresbysund í Grønlandi eftir 1970, og tá fleyg hann yvir, sigur Piddi.

Torbjørn var seinni til skips, m.a. við Innistovu-monnunum. Hann gavst at arbeiða, tá ið hann rakk pensiónsaldur í 1987.

Torbjørn var vágbingur, føddur í 1920. Hann giftist Alisu, sum var ættað úr Keldhúsinum í Hattarvík. Tey bygdu sær hús ovarlaga á Lítlubrekku í Klaksvík. Torbjørn doyði í 1994, Alisa í 2000.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 25. september 2021

5

Størv

HR-Fólk til Skansi Offshore

Meira Umsóknarfreist: 10. apríl 2024

Námsfrøðingur/hjálparfólk til náttúrubarnagarðin Sóljuhjarta

Meira Umsóknarfreist:

Starvsfólk til kundatænastuna

Meira Umsóknarfreist: 01. apríl 2024

Byggileiðari til ArtiCon

Meira Umsóknarfreist: 04. apríl 2024

Kom í SKRIVSTOVULÆRU hjá okkum

Meira Umsóknarfreist: 02. apríl 2024

Starvsfólk til roknskapardeildina

Meira Umsóknarfreist: 08. apríl 2024

Vísindastarv í KT-trygd til Náttúruvísindadeildina

Meira Umsóknarfreist: 15. apríl 2024

Starvsfólk til matgerð hjá Sev

Meira Umsóknarfreist:

Spennandi HR-starv á stjórnarskrivstovuni á Glasi

Meira Umsóknarfreist: 08. apríl 2024

Bilførarar til IRF

Meira Umsóknarfreist: 10. apríl 2024

IT-leder for Nordisk Ministerråd

Meira Umsóknarfreist: 07. apríl 2024

Lærarar til Miðnám í Suðuroy

Meira Umsóknarfreist:
6 Leygardagur 25. september 2021

Størsta skip á Árnafirði

Hvítanes kom í vikuni við stóru maskinunum til tunnilsarbeiðið

(Mynd: Rasmus Eysturoy)
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

Nú er av álvara farið undir arbeiði at bora nýggju tunlarnar norður um Fjall á Borðoynni.

Tað er serliga í Árnafirði, at arbeitt verður við tunnlinum undir Myrkjanoyrafjall til Ánirnar klaksvíksmegin. Til hetta skulu stórar maskinur brúkast, men hesar maskinur kunnu ikki flytast gjøgnum tað tronga bergholið, sum er frá 1965.

[object Object]

Tí sendi entreprenørurin Articon boð eftir skipinum Hvítanes hjá Smyril Line, sum í gjár kom á Árnafjørð við maskinum. Hetta er størsta skip, sum hevur verið í Árnafirði.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 23. september 2021

7 Leygardagur 25. september 2021

52 hvalir løgdu beinini í Kollafirði

Grindin, sum legði beinin á Oyrareingjum týsdagin, varð býtt í drápspartar

(Mynd: Jn.fo
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Fyrsta metingin ljóðaði upp á 10 til 15 hvalir, sum løgdu beinini á Oyrareingjum týsdagin.

Men endaliga talið gjørdist væl hægri. Talan var um 52 hvalir, sum vórðu hildnir til á Oyrareingjum.

Grindin varð funnin í Tangafirði, og rikin inn á Kollafjørð. Sagt verður, at tað eru 40 ár síðani at grind seinast varð hildin til á Oyrareingjum.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 22. september 2021

8 Leygardagur 25. september 2021

Meiriluti fyri nýggjum radara og føroyingar taka støðu í verjumálum

Nýggj kanning hjá Javnaðarflokkinum á fólkatingi staðfestir, at føroyingar hava broytt hugsan í radaramálinum.

Innan úr kuplinum á Sornfelli (Savnsmynd: Ólavur Frederiksen)
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Síðani ætlanirnar at seta upp lofteftirlitsradara gjørdust alment kendar, hevur stórt kjak tikið seg upp um málið, og kjakið tykist hava flutt hugsanina hjá føroyingum. Nógv bendir nevniliga á, at føroyingar í størri mun taka undir við ætlanunum at seta nýggjan lofteftirlitsradara upp í Føroyum. Somuleiðis eru fleiri, ið nú meta Føroyar hava tørv á hernaðarligari verju, umframt at fleiri eru sinnað at loyva amerikanskum herskipum at brúka føroyskar havnir.

Hetta vísir nýggj kanning um verju- og trygdarmál, sum Spyr.fo hevur gjørt fyri Javnaðarflokkurin á fólkatingi.

[object Object]

Í juli mánaði í fjør vórðu 500 fólk spurd, um tey mettu, at Føroyar høvdu tørv á hernaðarligari verju. Tá svaraðu smá 32 prosent ja, meðan heili 47 prosent svaraðu nei. Um vikuskiftið vórðu 500 føroyingar so aftur spurdir sama spurning, men hesaferð svaraðu 44 prosent ja, meðan 35 prosent svaraðu nei. Okkurt bendir sostatt á, at nógvir føroyingar hava eina aðra støðu til verju- og trygdarmál enn í fjør.

[object Object]

Tí í dag er tað eisini ein meiriluti av teimum spurdu, ið taka undir við, at ein nýggjur lofteftirlitsradari verður settur upp í Føroyum, og somuleiðis ein meiriluti, sum vil loyva amerikanskum herskipum at regluliga brúka føroyskar havnir.

Í juli í fjør tóku einans 32 prosent undir við at seta nýggjan radara upp í Føroyum, meðan heili 64 prosent taka undir við tí nú.

Ávíst fyrivarni skal tó takast her, tí spurningarnir vórðu orðaðir øðrvísi.

Kortini er gongdin greið, og kjakið seinasta árið hevur flutt okkurt í føroyingum:

  • fleiri føroyingar eru farnir at taka støðu í trygdar- og verjupolitiskum spurningum.
  • fleiri føroyingar taka í størri mun undir við verandi ætlanum á trygdar- og verjuøkinum í Føroyum enn undanfarna ár.

Fríggjadagin verður møguleiki at hoyra meira um hesi mál á ráðstevnuni ‘Føroyar millum stórveldini’ á Hotel Føroyum. Ráðstevnan byrjar kl. 13, tað er ókeypis, men neyðugt er at tekna seg á [email protected].

Tíðindaskriv frá Javnaðarflokkinum á fólkatingi 

[object Object]

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 22. september 2021

9 Leygardagur 25. september 2021

Vilja sjálvir reka radaran men ein meiriluti er ímóti at gjalda

58 prosent halda tað hava stóran týdning ella sera stóran týdning, at føroyskir myndugleikar reka hann, men 53 prosent eru eisini ímóti, at Føroyar sjálvar gjalda, vísir kanning, sum Spyr.fo hevur gjørt fyri Javnaðarflokkurin á fólkatingi

 
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Nú er komið fram, at ein greiður meiriluti av føroyingum taka undir við, at ein nýggjur lofteftirlitsradari verður settur upp í Føroyum.

Sama kanning vísir eisini, at meirilutin (58 prosent) av teimum spurdu halda, at tað hevur stóran ella sera stóran týdning, at tað eru føroyskir myndugleikar heldur enn danskir, sum reka hann.

[object Object]

Kanningin vísir tó eisini, at tað bert er fjórði hvør, sum taka undir við, at føroyingar sjálvir gjalda fyri uppsetan og rakstur av radaranum, meðan 53 prosent eru ímóti, at Føroyar sjálvar gjalda.

Meirilutin vil sostatt, at føroyskir myndugleikar sjálvir skulu reka radaran. Men ein meiriluti er samstundis ímóti at gjalda. Alt bendir tískil á, at meiningarnar um radaran flyta seg skjótt.

[object Object]

Í fjør vórðu 500 fólk spurd, um tey hildu, “at Føroyar skulu geva NATO ella USA loyvi at seta hernaðarligar radarar upp í Føroyum?”. Tá svaraðu bert smá 33 prosent ja. Í februar í ár varð so aftur spurt “Skulu vit geva loyvi til, at ein hernaðarligur radari verður settur upp í Føroyum?”, og tá svaraðu 57 prosent ja.

Í teimum flestu av hesum spurningunum er tað fimti hvør, sum sigur seg ikki vita. Allir spurningarnir verða tøkir á heimasíðuni hjá Javnaðarflokkinum á fólkatingi komandi dagarnar.

Óvissan í kanningini er upp til góð 3,5 prosent.

Tíðindaskriv frá Javnaðarflokkinum á fólkatingi

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 22. september 2021

10 Leygardagur 25. september 2021

Oddamaður í ES tinginum á fundi við løgmann

Serliga umrøddu teir viðurskifti millum Føroyar og ES, har løgmaður greiddi frá ynskinum hjá landsstýrinum um at menna eitt sterkari og meiri fjøltáttað samstarv við ES

 
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Formaðurin í uttanríkispolitisku nevndini í ES-tinginum, David James McAllister, var á fundi við løgmann í Tinganesi sunnudagin. McAllister var komin til Føroya at kunna seg um viðurskiftini her og um viðurskiftini millum Føroyar og ES.

Løgmaður nýtti høvið at kunna um búskaparligu og politisku støðuna í Føroyum. Serliga umrøddu teir viðurskifti millum Føroyar og ES, har løgmaður greiddi frá ynskinum hjá landsstýrinum um at menna eitt sterkari og meiri fjøltáttað samstarv við ES.

David James McAllister var somuleiðis kunnaður um brævaskiftið, sum hevur verið millum løgmann og Ursulu von der Leyen, forkvinnu í ES nevndini.

Løgmaður fegnast um, at formaðurin í uttanríkispolitisku nevndini í ES-tinginum vitjar í Føroyum.

- Eg vóni, at vitjanin verður við til at fremja tilgongdina, sum landsstýrið hevur sett á skrá. Føroyar eru partur av Evropa, og tað hevur týdning at tryggja eitt nútímans og dynamiskt samstarv við Evropasamveldið, segði Bárður á Steig Nielsen løgmaður, eftir fundin.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 19. september 2021

11 Leygardagur 25. september 2021

Tólv føroyskar fyritøkur ganga á odda innan burðardygd

Tólv fyritøkur hava bundið seg til at minka teirra útlát við í minsta lagi eini helvt innan 2030. Tríggjar fyritøkur eru farnar enn longur og hava bundið seg til ikki at hava nakað útlát yvirhøvur innan 2030

Burðardygt Vinnulív (Mynd: Vinnuhúsið)
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Í vikuni kunngjørdu 12 føroyskar fyritøkur, at tær binda seg til at minka teirra útlát av vakstrarhúsgassi við í minsta lagi eini helvt innan 2030. Fyritøkurnar eru allar partur av átakinum Burðardygt Vinnulív, og ásetanin av málinum er ein partur av átakinum at avmarka avleiðingarnar av veðurlagsbroytingunum. Tríggjar fyritøkur eru farnar enn longur og hava bundið seg til ikki at hava nakað útlát yvirhøvur innan 2030.

Bakkafrost, Betri Banki, Effo, Faroe Ship, Føroya Tele, Gist & Vist, JT Electric, KJ Hydraulik, MBM, P/F Poul Michelsen, SMJ og Vónin hava øll bundið seg til at minka teirra sonevnda Scope 1 og 2 útlát av vakstrarhúsgassi og hava samstundis kunngjørt, at tey næsta ár fara at áseta ítøkilig mál fyri teirra óbeinleiðis Scope 3-útlát í tráð við vísindaligu tilmælini. Síðan lata fyritøkurnar teirra mál inn til Science Based Targets Initiative.

Feløgini fara at arbeiða saman í verkætlanini Burðardygt Vinnulív í í minsta lagi trý ár. Tey fara millum annað at arbeiða saman um at menna eina strategiska tilgongd viðvíkjandi handfaring av avbjóðingum innan veðurlagsbroytingar, lívfrøðiligt margfeldi og heilsustøðuna í havinum. Hesar tilsagnirnar eru fyrsta stig í ætlanini.

Eisini hava fyritøkur kunngjørt mál um at hava jaliga ávirkan á lívfrøðiliga margfeldið á minst einum øki av teirra fyritøku.

Regin Jacobsen, stjóri í Bakkafrost, ið er ein av stovnandi fyritøkunum, sigur:

- Vit fegnast um, at vit í dag kunnu almannakunngera yvirskipaðu málini, har vit veruliga vísa, at vit ynskja at gera framstig í handfaringini av hesum avbjóðingunum, sum fara at ávirka okkum øll. Vit hava longu gjørt størri framstig hesar fyrstu mánaðirnar í verkætlanini enn nakar av okkum hevði væntað, og vit byrja longu at síggja týðandi samstarvsmøguleikar millum partarnar. Vit eru vís í, at vit kunnu gera stór framstig við at samstarva á henda hátt, sigur Regin Jacobsen.

Marita Rasmussen, stjóri í Føroya Arbeiðsgevafelagi, sigur í viðmerking:

- Tað er hugaligt at síggja, at fyritøkur samstarva og ganga á odda í handfaringini av hesum truplu avbjóðingum. Privata vinnulívið má átaka sær sín part av ábyrgdini at handfara hesar avbjóðingar, og hetta er eitt gott dømi um, hvussu hetta kann gerast, og vit vóna, at enn fleiri fyritøkur leggjast afturat, sigur Marita Rasmussen.

Lesið reaksjónir frá politikarum:

Jaspur Langgaard: Tað privata tekur ábyrgd - tað almenna stendur sum kánus

Bjørt Samuelsen: Fegnast um, at vinnulívið gongur á odda


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 21. september 2021

12 Leygardagur 25. september 2021

Vaksandi avlop hjá P/F Poul Michelsen

Árið 2020/21 hilnaðist væl hjá matvøruheilsøluni P/F Poul Michelsen

(Mynd: P/F Poul Michelsen)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Matvørufyritøkan, sum í 1974 byrjaði sítt virksemið í smáum heima í kjallaranum hjá Poul og Sólrún Michelsen í Gundadali, hevur síðani ment seg til eina stóra og vælrikna fyritøku, sum í dag heldur til við Hoyvíksvegin í Havn og har 60 fólk starvast.  

Felagið virkar innan matvørumarknaðin í Føroyum, og eigur m.a. eisini dótturfeløgini PM Pluss, sum virkar innan reingerðarvinnuna, Kjøtbúðin P/F, Atlas Flutningur Sp/f og Atlantic Partners í Danmark.

Roknskapurin, sum endaði 30. apríl 2021 vísir, at nettosølan øktist úr 219 milliónum krónum í 2019/20 til 232 milliónir krónur í 2020/21. Vøksturin í søluni var 6 prosent.

Ársúrslitið eftir skatt í 2020/21 gjørdist 10 milliónir krónur, sum er nakað betri enn í fjør, tá ið ársúrslitið var 7,7 milliónir.  

Vøksturin í ársúrslitinum var tískil 30 prosent.

P/F Poul Michelsen er væl fyri fíggjarliga, við einum eginpeningi pr. 30. apríl 2021 á 79,6 milliónir krónur og einum trygdarevnið á 52 prosent. Samlaðu ognirnar hjá felagnum vóru 154,1 milliónir krónur, harav fastar ognir 83,7 milliónir og ognir í umferð íalt vóru 70,4 milliónir krónur. Harav var tøkur peningur 9,5 milliónir krónur

Felagið hevði pr. 30. apríl 2021 langfreistaða skuld á 23,2 milliónir og stuttfreista skuld á 50,1 milliónir krónur

Gjaldførið var gott, har ið gjaldførislutfallið, sum er ogn í umferð í mun til stuttfreiðsta skuld, var 140 prosent.

Aðalfundur felagsins hevur samtykt at útluta 3,5 milliónir krónur í vinningsbýti til eigararnar.

Eigarar av P/F Poul Michelsen sambært ársroknskapinum, har ið eigarar sum eiga meira enn 5 prosent eru nevndir, eru P/F PM-Holding, Poul Michelsen, NM7 Sp/f og Gunnar D. Mohr.

Stóri í P/F Poul Michelsen er Gunnar D. Mohr og nevndarforkvinna er Poula Michelsen.

Greiningin er gjørd av ráðgevarafyritøkuni Nira Sp/f, www.nira.fo.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 24. september 2021

13
Leygardagur 25. september 2021

Tvey nýggj reiðarí innan uppsjóvarvinnuna

Tvey nýggj feløg hava fingið tillutað uppsjóvarkvotur til ítøkiligt skipakeyp, men sáttmálarnir eru útgingnir

Bjarni Olafsson var eitt av skipiunum, sum skuldi koma í flotan, men sáttmálarnir uppá skipini eru útgingir
SkrivaÐ:

Kiran Jóanesarson

Mánadagin kom fram, at tvey nýggj feløg eru sloppin upp í uppsjóvarvinnuna. Talan er um eitt felag úr Havn og eitt úr Suðuroynni.

Bæði feløgini hava fingið 3.000 tons av makreli, 4.000 tons av sild, og 9.000 tons av svartkjafti.

Keldur, sum Portalurin hevur tosað við, siga, at bæði feløgini høvdu útvegað sær skip.

Annað skipið var íslendska uppsjóvarskipið Bjarni Olafsson, meðan hitt skipið er ókent enn.

Av tí at viðgerðatíðin gjørdist so drúgv, so gingu báðir keypssáttmálarnir út.

Talan var um sera nógvar umsóknir til kvoturnar, og ein av treytunum var, at man skuldi útvega sær skip áðrenn man kundi søkja.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 20. september 2021

14
Leygardagur 25. september 2021

Gøtunes landað størstu nøgdina av makreli til Varðan Pelagic

Gøtunes landaði knapt 2300 tons av makreli til Varðan Pelagic á Tvøroyri

Savnsmynd (Mynd: Kiran Jóanesarson)
SkrivaÐ:

Kiran Jóanesarson

Uppsjóvarskipið Gøtunes úr Gøtu, kom á Tvøroyri í farnu viku at landa ikki færri enn knapt 2245 tons av makreli til Varðan Pelagic. Upplýst verður, at hetta er størsta nøgdin av makreli, sum er landað til virkið á Tvøroyri.

Talan var tó ikki um eina last, sum Gøtunes hevur fiskað einsamalt, men ein last, sum eisini er pumpað frá øðrum skipum hjá samtakinum Varðanum, og skipum, sum Varðin samstarvar við.

Gøtunes er størsta føroyska uppsjóvarskipið, og kann lasta heilt upp til 3.600 tons, men tað er uttan køling. 

Gøtunes hevur einaferð tó landað munandi størri nøgdir enn hesi 2.150 tonsini av makreli, men tá var talan um svartkjaft. Millum annað hevur skipið landað 3.200 tons av svartjafti í írska býnum Killybegs, og 3.300 tons av svartkjafti í Skagen í fjør. 

Svartkjafturin verður landaður til ídnað meðan makrelurin verður landaður til matna, og hevur eitt nógv hægri virði.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 18. september 2021

15
Leygardagur 25. september 2021

Móttøka á Bakka

Móttøka var leygardagin nú nýggjasta tænastuskipið hjá Bakkafrosti fer í vinnu

(Mynd: Føroyska Sjómansmissiónin)
SkrivaÐ:

Føroyska Sjómansmissiónin

Seinnapartin leygardagin var móttøka á Bakka fyri Bakkanes, sum er nýggjasta tænastuskipið hjá Bakkafrost.

Skipið fer at arbeiða mest í Skotlandi. Røður vóru hildnar og Nes sóknar Hornorkestur spældi. Ein góður drekkamunnur var at fáa og møguleiki var at vitjað umborð.

Sjómansmissiónin tók myndirnar frá hátíðarhaldinum

[object Object]

[object Object]

[object Object]

[object Object]

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 18. september 2021

16
Leygardagur 25. september 2021

Gullak Madsen hevur yvirtikið nýggju Ruth

Talan er um sjeyndu Ruth hjá reiðarínum, og um annan nýbygningin hjá Gullak Madsen

 
SkrivaÐ:

Kiran Jóanesarson

Farna vikuskiftið kom størsta danska uppsjóvarskipið stevnandi á Hirtshals, har skipið hevur heimstað.

Talan er um nýggju Ruth hjá Gullak Madsen úr Kvívík, men sum hevur verið búðsitandi í Hirtshals seinastu mongu árini.

Nýggja Ruth er heili 90 metrar long, og 17 metrar breið, og er størsta danska uppsjóvarskipið. Tó verður hetta metið tikið fyrst í komandi ári, tá ið Henning Kjeldsen kemur til Skagen við nýggju Gitte Henning.

Nýggja Ruth er bygd hjá Karstensens Skibsværft í Skagen, sum eisini bygdi Ruth frá 2016. Tann Ruth varð seld til Norra í 2019, og tað var eisini sama tíðarskeið, at Gullak kunngjørdi, at hann fór at byggja nýtt.

Samstundis sum Gullak Madsen seldi, var tørvur á, at hava annað skip at fiska kvoturnar, og tí bleiv avgjørt at keypa eitt eldri skip hjá felagnum, sum keypti Ruth. 

Skipið hevði navnið Slaaterøy, og broytti navn til Ruth, eins og Ruth skifti navn til Slaaterøy.

Nýggja Ruth megnar at lasta heili 3.700 tons uttan køling, og er talan um eitt sera framkomið skip, sum Gullak Madsen hevur sniðgivið saman við Karstensens Skibsværft í Skagen.

Skipið verður nú riggað til sildafiskiskap í Norðsjónum, og við fyrsta túrin vera báðir skipararnir, sum eru Mikkjal Godtfred og Hans Jacob Petersen.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 18. september 2021

17 Leygardagur 25. september 2021

Útlendsk frálandsreiðarí væl nøgd við tænastu í Føroyum

Í farnu viku kom eitt av frálandsskipunum hjá norska reiðaríinum Solstad á Havnina fyri at skifta manning

Far Sigma hjá Solstad í Norra á Havnini fyri at skifta manning. Mynd Jan Müller
SkrivaÐ:

Jan Müller

Tað kemur javnan fyri, at frálandsskip, sum arbeiða á leiðunum eystan og sunnan fyri Føroyar eins og í Norðsjónum leggja leiðina til Føroya, tá manningarnar skulu skiftast. Flogvøllurin í Vágum er magnetin, sum dregur. Tí við tí sera góða sambandinum, sum er millum flogvøllin og umheimin, ber skjótt og lætt til at skifta manning við at leggja inn í føroyska havn.

Tað hendi so aftur í farnu viku, tá Far Sigma, eitt av mongu frálandsskipunum hjá norska reiðaríinum Solstad, kom á Havnina fyri at skifta manning. 15 mans fóru í land og á flogvøllin, og 15 aðrir mans komu við flogfarinum. Í flestu førum ber til at sleppa í luftina sama dag, men liggur tað ikki fyri, so eru gistingarmøguleikarnir framúr góðir.

Alt hetta er nakað, sum útlendsk reiðarí, ið hava skip, sum arbeiða í grannalagnum, virðismeta høgt. Og eftir øllum at døma eru tey eisini væl nøgd við tænastuna skip og manningar teirra fáa í føroyskari havn.

Tróndur á Høvdanum, sum tekur sær av slíkum skipavitjanum hjá Faroeship, heldur fyri, at reiðaríini er sera væl nøgd fyri tænastuna tey fáa í Føroyum. -Hesaferð var tað eitt av skipunum hjá Solstad, sum kom á Havnina fyri at skifta manning. Tað er sjáldan, at Solstad skip koma henda vegin, so kanska hetta lovar væl fyri framtíðina, og  tað kann væl vera, at fleiri reiðarí fara at brúka Føroyar til manningarskifti og møguliga eisini til aðrar tænastur heldur Tróndur, sum vísir á, at tað er gott at síggja, at fleiri reiðarí fáa eyguni upp fyri møguleikunum at brúka Føroyar sum tænastustað til eitt nú manningarskifti.  

Onnur reiðarí, sum plaga at lata síni skip koma henda vegin, eru m.a. VOS, Grampian, ESVAGT, Maersk oo. Í flestu førum er talan um manningarskifti, men tað hendir eisini, at tey proviantera og bunkra her eisini ella  koma inn at kroka.

Far Sigma, sum koma á Havnina í farnu viku, arbeiðir á Foinaven oljufeltinum har suðuri á Atlantsmótinum og tætt við føroyska markið. Tað var hetta oljufeltið, sum tað fyrsta byrjaði oljuframleiðslu vestan fyri Hetland. Hetta var í 1997. Oljukeldan var funnin  í 1990. Foinaven var sum so eisini startskotið til oljuleitingina við Føroyar. Hon var orsøkin til, at útlendsk oljufeløg fóru at vísa áhuga fyri føroysku undirgrundini, beint hinumegin markið og stutt frá Foinaven.  Og hon var eisini orsøkin til, at oljufeløg fóru at bora aðrastaðni á Atlantsmótinum og gjørdu fleiri stór olju- og gassfund.

Hesi nærum 25 árini hevur BP framleitt 390 mió. tunnur av olju á Foinaven kelduni. Eftir eru umleið 200 mió. Tunnur, sum BP ætlar at taka upp komandi árini. Men fyrst skal gamla Petroljarl Foinaven framleiðsluskipið skiftast út við eitt nýtt oljuskip. Tað verður so í næstu framtíð.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 20. september 2021

18 Leygardagur 25. september 2021

Grøna hitaskipanin í H-bygninginum

Nýggi bygningurin á Landssjúkrahúsinum fær hitan úr sjónum og úr kølingini av kølirúmum, frystirúmum og servararúmum

(Mynd: Heinesen myndir)
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

Um ársskiftið verður nýggi H-bygningurin á Landssjúkrahúsinum væntandi tikin í nýtslu.

Eitt sermerkt við hesum bygninginum er, at hann verður hitaður upp av grønari orku. Orkan kemur frá hita, ið verður tikin úr sjónum. Men eisini burtur úr fleiri køliskipanum, sum eru inni í bygninginum.

Anton Arge, sum starvast við orku og umhvørvi hjá ráðgevandi verkfrøðingafyritøkuni SMJ, hevur havt ábyrgdina av umfatandi HVS-verkætlanini í H-bygninginum, sum Demich hevur installerað.

Netsíðan Orkuskiftið undir Umhvørvisstovuni hevur vitjað í bygninginum fyri at greiða frá slóðbrótandi skipanini.

- At byggja sjúkrahús er helst nakað av tí mest torgreidda, og tað hevur eisini verið í hesum føri sigur Anton Arge.

Sjóhitaskipanin er skipað við pumpuhúsi í fjøruni við seks sjógvpumpum. Allar koyra ikki í senn, men tá talan er um sjúkrahús, má bygningurin ikki kølna og tí eru altíð nakrar pumpur tøkar sum back-up, um okkurt hendir, sigur Anton Arge.

[object Object]Anton Arge (Mynd: Heinesen myndir)

Sjógvur í Føroyum er sera væl egnaður til sjóhitaskipanir, tí hitin í sjónum liggur støðugt millum 6 og 11 stig alt árið. Virknaðarstigið er høgt og sjóhiti er bæði burðardyggur og samstundis eisini álítandi. Sjóhitaskipanin hevur eitt orkumát á 1.500 kW.

Raksturin av køliskipanum til tøknirúm og stórkøkin, er hugsaður endurvinnandi, tí hitin, sum kemur frá  kølingini, verður brúktur til upphiting av hitaverkinum og heita vatninum. Soleiðis verður orkan endurvunnin.

Tann burðardygga hitapumpuskipanin er uppbygd við 14 hitapumpum og hevur eisini akkumuleringstanga, sum er ein goymslutangi, ið rúmar 50 rúmmetrar av heitum vatni. Endamálið við goymslutanganum er at goyma hita frá orkuframleiðsluni um náttina, til nýtslu um dagin.

Bygningurin hevur eisini eina sonevnda BMS skipan (Building Management System), sum er ein skipan, ið stýrir allari elektriskari og mekaniskari útgerð, so orkunýslan er minst møgulig.

H-bygningurin hevur nýggjar medisinskar seingjardeildir, føði- og barnsburðardeild, psykiatriskan depil, hølir til sjúkrahúsuppvenjing og køk.

Í kjallaranum verður millum annað parkeringsøki, tøknirúm til hitapumpur, seingjarsentralur, høvuðsgoymsla og rúm til burturkast. Samlaða gólvvíddin er 14.500 fermetrar.

Tað er ráðgevarasamtakið Faerport II, sum SMJ er partur av, ið hevur verið ráðgevi hjá Landsverki í sambandi við byggiverkætlanina.

(kelda: Orkuskiftið) 

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 23. september 2021

19 Leygardagur 25. september 2021

Fara eisini at koyra til Bíggjar og Gásadals

Í fyrstu atløgu verður ferðaætlanin á leið 300 og 350 víðkað til at byrja og enda í Bø/Gásadali á ávísum túrum - talan verður í fyrstu atløgu um tilkall til teir møguligu sjey túrarnar um dagin

Eftir ætlan kemur nýggj summarferðaætlan til hesar bygdir í gildið komandi ár, har túratalið verður økt nakað og har tað á ávísum túrum ikki verður neyðugt við tilkalling úr Gásadali (Mynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

Frá mánadegnum 4. oktober fara Bygdaleiðir at økja um koyringina í Vágunum til eisini at fevna um Bø og Gásadal.

- Í fyrstu atløgu verður ferðaætlanin á leið 300 og 350 víðkað til at byrja og enda í Bø/Gásadali á ávísum túrum, sum annars frammanundan koyra millum Sørvág og Tórshavn.

Hetta skrivar Strandfaraskip Landsins á á heimasíðu sínari, har tað eisini ber til at síggja ætlaðu ferðaætlanina, har samanlagt sjey túrar kunnu vera um dagin. 

Túrarnir til og úr Gásadali verða tó í fyrstu atløgu tilkall. Heimasíðan ssl.fo skrivar, at teir skulu tilkallast á tlf. 77 00 00 í seinasta lagi tveir tímar áðrenn fráferð úr Gásadali. Morguntúrurin úr Gásadali kl. 06:30 skal tilkallast í seinasta lagi kl. 19 kvøldið fyri.

- Eftir ætlan, kemur nýggj summarferðaætlan til hesar bygdir í gildið komandi ár, har túratalið verður økt nakað og har tað á ávísum túrin ikki verður neyðugt við tilkalling úr Gásadali.

Gásadalur og Bø liggja í somu príssonu sum restin av Vágum, boðar Strandferðslan frá.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 23. september 2021

20 Leygardagur 25. september 2021

Rudi Olsen sett sum fyrstilærari í Kvívíkar skúla

Landsstýrismaðurin hevur sett 44 ára gomlu Rudi Olsen í starv sum fyrstalærara

(Mynd: Ummr.fo)
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Jenis av Rana, landsstýrismaður við kenslumálum, hevur sett Rudi Olsen í starvið sum fyrstalærara í Kvívíkar skúla.

Rudi er 44 ára gomul og tók læraraprógv á N. Zahles Seminarium í Danmark í 2003. Umframt ymisk eftirútbúgvingarskeið hevur hon m.a. tikið stakgreinalestur í prosjektleiðslu í verki og skeið á DPU í positivari sálarfrøði. Harumframt er hon í holt við at taka diplomútbúgving í leiðslu.

Rudi hevur undirvísingarligar royndir bæði í donskum skúlum og í Føroyum, eisini hevur hon royndir innan serundirvísing, verkætlanarleiðslu og marknaðarføring. Rudi hevur seinastu árini verið lærari í Skúlanum á Argjahamri.

Rudi tekur við starvinum sum fyrstilærari í Kvívíkar skúla 4. oktober 2021.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 21. september 2021

21 Leygardagur 25. september 2021

Serbreytin byrjað í Hovi

Undirvísingin miðar eftir at menna sjálvstøðuga lívsførslu - og verður lagað eftir førleikunum hjá tí einstaka næminginum

 
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Merkið varð vundið á stong bæði við skúlan í Hovi og við Miðnámsskúlan mánamorgunin, tá serbreytin hevði sín fyrsta skúladag.

Yvirskipaða málið við serbreytini er at geva ungum við serligum avbjóðingum møguleika at nýta sínar gávur og førleikamenna seg út frá tí støði, tey eru á.

Undirvísingin miðar eftir at menna sjálvstøðuga lívsførslu, so at næmingurin við lokið skúlaskeið hevur ment førleikar at skapa sær eitt innihaldsríkt og virkisført lív við ávirkan á egin lívskor. Hvat ítøkiliga verður arbeitt við, veldst um førleikarnar hjá tí einstaka næminginum.

Møguleiki er til dømis at arbeiða fram móti ávísum yrki. Útbúgvingin er ætlað at vara upp til fýra ár, og undirvíst verður í smáum bólkum. Í løtuni eru tvey pláss tøk á serbreytini á Miðnámsskúlanum.

Serbreytin húsast í skúlanum í Hovi, men ætlanin er at brúka alla oynna sum skúlastovu, og soleiðis gera brúk av teimum møguleikum, ið eru her. Serbreytin fer eisini at hava eitt tætt og nattúrligt tilknýti til skúlan og skúlalívið í Porkerishaganum. 

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 20. september 2021

22 Leygardagur 25. september 2021

Posturin í Føroyum hálvtannaðhundrað ár

Í gjár hátíðarhelt Pf. Posta, at 150 ár eru gingin síðan postflutningur varð skipaður í Føroyum

 
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Í 150 ár hava allir føroyingar verið okkara viðskiftafólk og tað ynskir Posta at hátíðarhalda saman við føroyingum.

Í 1871 varð fyri fyrstu ferð ein lóg um postviðurskifti, ið umfataði Føroyar sett í verk. Lógin merkti, at postútberingin til føroyingar fyri fyrsti ferð varð skipað og reglulig.

Í ár eru tað samstundis 45 ár síðan, at postverkið kom á føroyskar hendur. Virksemið er nógv broytt gjøgnum árini, og leikluturin í samfelagnum er framvegis stórur.

 - Gjøgnum tíðina hevur posturin havt ein týðandi leiklut í samfelagnum. Í dag flytur Posta alskyns sendingar, stórar sum lítlar, til føroyingar kring landið, til fyritøkur og til stovnar. Posta væntar eina hugnaliga móttøku saman við teimum, sum koma at hátíðarhalda við okkum, sigur Joel undir Leitinum, stjóri.   

Móttøkan var á Óðinshædd í gjár fríggjadagin 

[object Object]

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 22. september 2021

23 Leygardagur 25. september 2021

Lata upp aftur fyri einvegis ferðslu í brekkuni í J. Paturssonar gøtu

Í morgun letur brekkan uppaftur fyri einvegis ferðslu

 
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Vegarbeiðið í brekkuni í Jóannesar Paturssonar gøtu gongur eftir ætlan. Spreingi- og sveisiarbeiðið er liðugt, og leygarmorgunin 25. september kl. 8 letur brekkan upp aftur fyri einvegis ferðslu.

Frá leygardegnum 25. september hevur arbeiðið hesar avmarkingar við sær fyri ferðsluna í miðbýnum:

  • Ferðslan er einvegis í brekkuni oman eftir J. Paturssonar gøtu til Steinatún
  • Stongt er fyri allari ferðslu úr Steinatúni til Jóannesar Paturssonar gøtu. Bara bussleiðin og arbeiðsbilar hjá Andriasi Berg eru undantikin. Øll onnur bilaferðsla kann annaðhvørt snara oman eftir Tórsgøtu ella niðan eftir Niels Finsens gøtu
  • Ferðslan ið kemur oman eftir Dalavegnum má ikki snara oman brekkuna til Steinatún - bilar skulu annaðhvørt fara eftir Heygsbreyt oman í býin ella snara til høgru út eftir Jóanesar Paturssonar gøtu
  • Ferðslan ið kemur oman eftir Tróndargøtu kann ikki snara til høgru niðan eftir J. Paturssonar gøtu
  • Stongt er fyri allari ferðslu á niðasta strekkinum á Dalavegnum millum Doktara Jakobsens gøtu og Jóanesar Paturssonar gøtu (við Kirkjugarðin á Svínaryggi)
  • Hámarksferðin í brekkuni millum J. Paturssonar gøtu og Steinatún er 30 km/t

Av tí at hetta er ein av mest nýttu vegastrekkjunum í miðbýnum, mælir Tórshavnar kommuna bilførarum til at nýta Ringvegin í tann mun tað ber til, heldur enn smærri síðugøturnar.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 24. september 2021

24 Leygardagur 25. september 2021

Klaksvíkar býráð samtykt lántøku og fíggjarkarm fyri 2022

Á býráðsfundi hósdagin samtykti býráðið einmælt tilmælið frá fíggjarnevndini um fíggjarkarm fyri 2022 um at áseta inntøkurnar at vera á sama stigi sum í ár. Eisini varð samtykt at geva umsitingini heimild at taka lán á 15 milliónir til fígging av virkseminum í 2021

 
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Klaksvíkar býráð viðgjørdi hósdagin 23. september yvirskipaða fíggjarkarmin fyri komandi ár og lántøku.

Í uppskotinum frá umsitingini um fíggjarkarm, sum tekur støði í metingum frá Fíggjarmálaráðnum og Taks, eru inntøkurnar komandi ár settar til 298,7 milliónir krónur. Harav er raksturin mettur til 237,6 milliónir krónur, sum er 8,6 milliónir hægri enn metta nýtslan í 2021. Vøksturin í rakstrinum hjá kommununi hevur seinastu árini annars ligið á 3,8 prosent. Í 2018 var raksturin 198,9 milliónir krónur, og í 2021 er hann mettur til 229 milliónir.

Á býráðsfundinum hóskvøldið samtykti býráðið einmælt tilmælið frá fíggjarnevndini um fíggjarkarm fyri 2022. Fíggjarnevndin mælti til at áseta inntøkurnar at vera á sama stigi sum í ár. Inntøkurnar fyri 2022 eru sostatt settar at vera 305 milliónir krónur, og rakstrarútreiðslurnar 238 milliónir krónur. Avlopið frá rakstrinum er sostatt 67 milliónir. Avlopið áðrenn íløgur og avdráttir 60 milliónir krónur.

Lántøka
Á fundinum viðgjørdi býráðið, hvørt Klaksvíkar kommuna skal hækka bankaskuldina við 15 milliónir krónur. Samtykt varð, at umsitingin fær heimild til at taka lán upp á 15 milliónir til fígging av virkseminum í 2021. Við hesum verður bankaskuldin 285 milliónir krónur.

Nýggjasta metingin fyri 2021 er, at úrslitið eftir íløgur verður -82,5 milliónir krónur. Tað merkir, at kommunan skal taka lán upp á 82,5 milliónir krónur til fígging av virkseminum í 2021. Av hesum hevur kommunan tikið 70 milliónir í láni fyrr í ár, og biðið verður nú um heimild at taka tað, sum restar í fyri at tryggja, at tær ætlaðu verkætlanirnar verða framdar. Fæst fíggingin uppá pláss, verða íløgurnar í 2021 mettar at vera tilsamans 145 milliónir krónur.

Umsitingin hevur mælt til at útvega ein kassakredit á minst 20 milliónir krónur fyri at tryggja gjaldførið hjá kommununi framyvir. Ein meiriluti í býráðnum samtykti at veita umsitingini heimild til at taka ein kassakredit á 30 milliónir krónur. Hesar 30 milliónirnar eru einans ætlaðar til gjaldførið og ávirka tí bert nettoskuldina í tann mun, at kassakreditturin verður brúktur.

Við hækkingini á 15 + 30 milliónir verður samlaða bankaskuldin hjá kommununi 315 milliónir krónur, og nettoskuldin hjá Klaksvíkar kommunu verður tí líka oman fyri álíkningina. Orøskin til hækkandi nettoskuld er, at roknskapirnir frá 2018 til 2021 vísa tilsamans eitt hall á 180 milliónir krónur.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 24. september 2021

25 Leygardagur 25. september 2021

Framgongd í skattainntøkum og fólkatali á Tvøroyri

Tvøroyrar kommuna hevur stóran prosentvísan vøkstur í kommunuskatti í ár - 3,35 porsent - og tað búgva 42 fólk fleiri enn um sama mundi í fjør

69 fleiri fólk búgva í kommununi í mun til 1. januar 2020. Hetta merkir millum annað, at skattainntøkurnar eru vaksandi (Mynd: Leivur Nygaard)
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Seinastu mánaðirnar hava vit fleiri ferðir skrivað um góðu gongdina við fólkatalinum í Tvøroyrar kommunu. Hetta sæst nú eisini aftur í skattatølunum, ið er sera hugaligur lesnaður, nú fyribils skattatølini fyri august fyriliggja.

Tvøroyrar kommuna fekk 308.949 kr inn meira í kommunuskatti í august í ár, enn í august í fjør, svarandi til ein vøkstur á 6,15 prosent. Taka vit gongdina samlað, frá januar til august, so hevur Tvøroyrar kommuna fingið 1.357.108 fleiri inn í kommunuskatti í ár, í mun til 2020. Hetta svarar til ein vøkstur á 3,35 prosent.

Nakrar smábygdir hava størri prosentvísan vøkstur at vísa á, men har skal væl minni til, fyri at tølini sveiggja nógv. Samanbera vit Tvøroyri við aðrar kommunur, við á leið sama fólkatali ella størri, so hevur Tvøroyrar kommuna tann størsta prosentvísa vøksturin í kommunuskatti, frá januar til august 2021. Tølini síggja soleiðis út, byrjandi við størstu minking, fram til størsta vøkstur:

Vestmanna kommuna -4,54%
Eystur kommuna -2,42%
Fuglafjørður -1,12%
Sunda kommuna -0,78%
Klaksvík -0,51%
Runavíkar kommuna -0,47%
Vága kommuna 0,95%
Vágs kommuna 1.06%
Nes kommuna 2,58%
Tórshavnar kommuna 2,98%
Tvøroyrar kommuna 3,35%

Gongdin í fólkatalinum framvegis positiv
Fólkatalið á Tvøroyri hevur í mong ár ligið skiftivís yvir og undir 1700. Nú eru tó greiðar ábendingar um, at fólkatalið hevur stabiliserað seg í einari hægri legu.

Fyri júst einum ári síðan vóru 1734 borgarar á Tvøroyri. Í dag er talið 1776, svarandi til ein vøkstur á 42 fólk, ella 2,42 prosent. Nevnast kann eisini, at 1. januar 2020 vóru 1707 borgarar á Tvøroyri og vøksturin síðan tá, til í dag, er 69 fólk, ella góð 4 prosent

Samanbera vit dagsaktuellu fólkatølini fyri omanfyristandandi kommunur í tíðarskeiðnum 1. januar 2021 og til dagin í dag, so síggja tølini hjá Landsfólkayvirlitinum soleiðis út, byrjandi við størstu minking, ella lægsta vøkstrinum (fyrra talið er 1. januar 2021 og seinna er talið 20. september 2021):

Vágs kommuna 1389/1375 svarandi til -14 fólk, ella uml. -1,02% minking.
Vestmanna kommuna 1242/1243 svarandi til 1 fólk, ella uml. 0,01% vøkstur.
Sunda kommuna 1809/1820 svarandi til 11 fólk, ella uml. 0,61% vøkstur.
Vága kommuna 2136/2151 svarandi til 15 fólk, ella uml. 0,70 % vøkstur.
Klaksvík 5331/5378, svarandi til 47 fólk, ella uml. 0,90% vøkstur.
Eystur kommuna 2210/2233 svarandi til 23 fólk, ella uml. 1,04% vøkstur.
Tórshavnar kommuna 22249/22637 svarandi til 388 fólk, ella uml. 1,74% vøkstur.
Runavíkar kommuna 4202/4279, svarandi til 77 fólk, ella uml. 1,83% vøkstur.
Tvøroyrar kommuna 1744/1776 svarandi til 32 fólk, ella uml. 1,83% vøkstur.
Fuglafjørður 1571/1605 svarandi til 34 fólk, ella uml. 2,16% vøkstur.
Nes kommuna 1397/1432 svarandi til 35 fólk, ella uml. 2,50% vøkstur.

Keldur: Taks og Landsfólkayvirlitið.

Tíðindaskriv frá Tvøroyar kommunua

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 21. september 2021

26 Leygardagur 25. september 2021

Norðurlendskur heiður til filmin “Skál”

Maria Tórgarð og Cecilie Debell kosin best “New Nordic Voice” á Nordisk Panorama filmsfestivalinum

 
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

Filmsleikstjórarnir Maria Tórgarð og Cecilie Debell fingu flottan heiður heim við sær, tá árligi dokumentarfilmsfestivalurin Nordisk Panorama í farnu viku varð hildin í Malmö.

Dokumentarfilmurin um Daniu O. Tausen og yrkingasavn hennara, “Skál”, varð heiðraður sum besti filmur undir bólkinum “New Nordic Voice”.

Nordisk Panorama festivalurin verður hildin á hvørjum ári í september. Festivalurin hevur verið hildin síðan 1990 og hevur síðan 2013 havt heimstað í Malmö.

Grundgevingin hjá dómsnevndini fyri at heiðra føroyska dokumentarfilminum “Skál” var soljóðandi:

“Vinnarafilmurin er framúrskarandi – fullur í yndisligum løtum millum tvey ungfólk, ið útrtrykkja seg í tónleiki og skaldskapi. Filmslistin ger brúk av landsløgum. Hetta er veruliga hin reinasti formur fyri filmslistarligum hugskoti, við eini greiðari ætlan hjá leikstjóranum. Filmurin vísir virðing fyri umhvørvinum, sum verður lýst. Her er ein undurfullur andi av frælsi og kærleika.”

Høvuðsprísirnir á hesum festivalinum fóru til svenska filmin “Abolis resa” hjá Yasaman Sharifmanesh (Best Nordic Documentary) og svensk/franska filmin “Nattåget” hjá Jerry Carlsson (Best Nordic Short Film). 

[object Object]

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 22. september 2021

27 Leygardagur 25. september 2021

10 ár síðani at føroyskur hestur vann í kappríðing

Alarar av føroyska rossinum stríðast enn fyri at sleppa at útflyta rossini – hetta er neyðugt fyri at bjarga stovninum

 
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

Myndina herundir tók Brandur í Dali fyri 10 árum síðani, tá føroyski hesturin Marmarankur við Mariu Joensen á baki megnaði at vinna fyrstu virðisløn í heystkappríðingini.

[object Object]

Nógv vatn er runnið í ánni síðani tá. Maria, sum tá gekk í Hoydølum hevur nú verið liðugt útbúgvin tannlækni í trý ár, og er í løtuni búsitandi í Íslandi, har hon mennir seg innanfyri ríðing og venjing av rossum.

Dreymur hennara er at keypa ein rossagarð í Danmark, og at ala og venja føroysk ross har.

Hetta ber tó ikki til, av tí at tað ikki er møguligt at útflyta ross sum eru fødd í Føroyum, tí tað vantar lóggáva á økinum. Fyri at tað skal bera til, skal peningur játtast til at skriva lógir og málið liggur í umhvørvis- og vinnumálum.

Maria sigur um støðuna:

- Eg vóni at nakað skjótt fer at henda fyri at hjálpa okkara sera hótta rossaslagi frá at doyggja út. Tey flestu sum eiga føroyskar ryssur eru givin við at ala, av tí at eingin áhugi er at keypa fylini, sum koma undan. Um tað bar til at útflyta nøkur av teimum til Danmarkar hevði tað sett gongd aftur í alingina.

Fyri at varpa ljós á støðuna, er farið undir at savna undirskriftir inn. Til ber at lesa meira og skriva undir her


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 21. september 2021

28 Leygardagur 25. september 2021

Nýggj frímerki frá Posta

Myndevnini á nýggju frímerkjunum eru covid-19, list eftir Ingálv av Reyni og biskupskápur

 
SkrivaÐ:

Alda Nielsdóttir

Í vikuni komu nýggj frímerki frá Posta. Myndevnini á nýggju frímerkjunum eru covid-19, list eftir Ingálv av Reyni og biskupskápur.

Posta sigur soleiðis um frímerkini:

Covid-19 og ILA í Føroyum
Tann 4. mars í 2020, varð covid-19 smittan staðfest í Føroyum á fyrsta sinni, og fyrstu dagarnar øktist talið á smittaðum í stórum.

Frímerkið lýsir hvussu kanningarútgerð til kanning av laksi fyri ILA bleiv tillagað, so hon kundi nýtast til at kanna fólk fyri covid-19. Meðan umheimurin stríddist við at fáa kanningarorku og -hættir at virka, høvdu føroyingar longu eitt munadygt og munandi bíligari kanningarvirksemi koyrandi. Edward Fuglø teknaði.

[object Object]

List eftir Ingálv av Reyni
Tann 18. desember í 2020 vóru hundrað ár liðin síðani listamaðurin, Ingálvur av Reyni (1920-2005) varð føddur. Listarliga ávirkanin og týdningurin hjá Ingálvi av Reyni fyri føroyska list kann ikki yvirmetast.

Ein listamaður, sum alla sína drúgvu virkisleið helt á við at bjóða sær sjálvum av og sum hervið skapti eitt lívsverk av ómissandi týdningi fyri føroyska list. Frímerkini vísa málningarnar “Tinganes” frá 1947 og “Gjøgnum tíð og rúmdir” frá 2002.

[object Object]

Í sambandi við 150 ára føðingardagin hjá Posta hava tey gjørt vøkur serprent av føroyskum frímerkjum, og júst frímerkið av Tinganesi er eitt av hesum. Tað fæst sum serprent í plakatstødd (40x30 cm).

[object Object]

Biskupskápur
Kirkjuklæðini hjá presti og biskupi fylgja teimum liturgisku litunum í kirkjuárinum og knýta seg eisini at kirkjuligu hátíðunum og halgidøgunum. Biskupskápuna brúkar biskupur til serlig høvi, t.d. til prestavígslur, tá ið kirkjur fylla, á ólavsøku, til hátíðardagar í kirkjuni, og tá ið biskupur tekur lut í kirkjuligum hátíðarhaldi uttanlands. Føroya biskupur hevur tríggjar biskupskápur í ymsum litum at velja ímillum, eina hvíta, eina grøna og eina gylta.

Posta hevur valt at vísa ta hvítu (1963) og ta gyltu biskupskápuna (2013) á frímerkjunum.

[object Object]

[object Object]


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 20. september 2021

29 Leygardagur 25. september 2021

Yvir 2.000 fólk til James Blunt konsert

Alt í alt eri eg øgiliga glaður, sigur Rúni Djurhuus, fyriskipari, sum higartil bert hevur fingið jaligar afturmeldingar og fegnast um, at fólk hava verið so tolin, meðan bíðað hevur verið eftir útsettu konsertini

(Mynd: Jens Kr. Vang)
SkrivaÐ:

Alda Nielsdóttir

– Alt í alt eri eg øgiliga glaður, sigur Rúni Djurhuus, ein av fyriskiparunum av James Blunt-konsertini, sum var í Høllini á Hálsi síðsta leygarkvøld.

Um 2.300-2.400 fólk høvdu keypt sær atgongumerki til konsertina hjá bretska sangaranum, og eru fyriskiparar sera væl nøgdir við undirtøkuna, sigur Rúni Djurhuus við Portalin.

Upprunaliga skuldi James Blunt framføra á Hálsi 1. juni í fjør, men vegna koronu varð konsertin flutt eitt ár – til 26. mai, men hesum forðaði korona eisini fyri. Men hesaferð gjørdist konsertin endiliga veruleiki.

Áhoyrarar, sum Portalurin hevur tosað við, siga seg eisini vera væl nøgdir við konsertina, og sjálvur hevur Rúni Djurhuus eisini bert fingið jaligar afturmeldingar higartil.

[object Object](Mynd: Jens Kr. Vang)

Tá fyrstu atgongumerkini vórðu sett til sølu í februar í fjør, vóru meira enn helvtin av teimum longu seld fyrsta samdøgrið, og eftir tvær vikur varð konsertin heilt útseld, men kortini vóru nógv, sum valdu at fáa pengarnar aftur, tá konsertin mátti útsetast fleiri ferðir, og tí varð møguligt at seta fleiri atgongumerki til sølu aftur.

Í løtuni hevur Rúni Djurhuus ongar ætlanir um at skipa fyri fleiri stórum innandurakonsertum í nærmastu framtíð, men góða undirtøkan hevur heilt vist givið fyriskiparunum blóð uppá tonnina.

– Tað gevur absolutt einum blóð uppá tonnina, og ger, at mann tímur, og vit eru bara nøgdir, sigur Rúni Djurhuus at enda.

[object Object]

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 19. september 2021

30 Leygardagur 25. september 2021

Dansigleði fyri børn, ung og vaksin

Fólkaheilsuráðið er farið í samstarv við Dansifrøi og vísir á nógvar góðar orsøkir til at dansa

 
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Í ABC fyri sálarliga heilsu hava vit gjøgnum seinastu árini ofta heitt á fólk um at koyra sín yndis tónleik hart frá, og dansa eins og eingin sær ein. Tað hava vit gjørt, tí vit vita, at dansur kann hava jaliga ávirkan á bæði kropp og sinn.

Nú kunnu vit avdúka, at vit hava fingið ein nýggjan samstarvsfelaga, ið nevniliga leggur dent á júst hetta. Dansifrøi hevur tikið stig til at blíva partur av ABC fyri sálarliga heilsu og eru vit nú 25 samstarvsfelagar í verkætlanini.

Navnið Dansifrøi merkir ”dansigleði” og er hettar í samsvar við boðskapin í ABC fyri sálarliga heilsu, tí tað er gleðin við at dansa, sum hevur so stóran týdning og ikki bert sjálvt kropsliga virksemi. Í Dansifrøi fært tú dansifrálæru á einum liði. Hettar merkir, at ístaðin fyri at dansa fyri teg sjálva/n heima í stovuni, lærir tú at dansa saman við øðrum, tú mennir tínar dansiførleikar, og ert partur av einum felagsskapi og kann alt hettar vera við til at økja um gleðina fyri at dansa.

Nevndin í Dansifrøi fegnast um møguleikan at vera við í ABC fyri sálarliga heilsu. Tey ynskja at fáa fleiri børn, ung og vaksin at luttaka í dansifrálæru, tí tað er gott at dansa. Nevndin sigur soleiðis:

”Tá vit dansa, gerast vit løtt í sinni. Vit røra okkum, flenna og menna okkum, samstundis sum vit taka lut í einum góðum tryggum felagsskapi. Dansur hevur jaliga ávirkan á børn, ung og vaksin. Dansur hevur jaliga ávirkan á heilsuna. Dansur hevur jaliga ávirkan á rørslu og er við til at gera sambond millum fólk.” 

Dansur sum fyribyrging
Umframt jaligu og heilsufremjandi ávirkanina, sum dansur kann hava á bæði kropsligu og sálarligu heilsuna, so leggur Dansifrøi eisini dent á fyribyrgjandi árinini:

”Tað er gott at børn, ung og vaksin duga at dansa, soleiðis at tey fara í dans heldur enn at fara í býin til at drekka rúsdrekka.”

Komandi ár verður felagið 50 ár. Dansifrøi vil vera við til at gera sálarligu heilsuna betri hjá føroyingum og vil samstundis vísa á, at dansifrøihøllin hjá felagnum kann nýtast til frálæru av dansi bæði fyri ung og gomul.

Fólkaheilsuráðið bjóðar Dansifrøi hjartaliga vælkomnum í samstarvið hjá ABC fyri sálarliga heilsu.

Tíðindaskriv frá Fólkaheilsuráðnum


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 23. september 2021

31 Leygardagur 25. september 2021

Nem komið á mál í Námi

Týsdagin 28. september verður útgávutiltak í Námi, nú tólv bøkur eru komnar í røðini Nem til næmingar í 3.-6. flokki. Bókarøðin er týdd úr danska tilfarinum Plot, og lagað til føroysk viðurskifti

 
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Týsdagin 28. september kl 15:00 verður útgávutiltak í Námi, nú tólv bøkur eru komnar í røðini Nem.

Røðin, sum er til miðdeild, tað er 3.-6. flokk, er nú fulfíggjað og klár at brúka til allar flokkar í føroyskum. Bókarøðin er týdd úr danska tilfarinum Plot, og lagað til føroysk viðurskifti.

Til Nem-heildina er næmingabók, ibók, mállærubók og læraravegleiðing. Gunnvá Dam hevur týtt og lagað tilfarið til føroyskt brúk, og Hannis Egholm hevur umbrotið.

Móðurmálstilfar við reyðum tráði
- Nú er stuttligt at vera næmingur í føroyskum í miðdeild. Tað er ein góð kensla, at føroyskir næmingar í miðdeild endiliga hava fingið føroyskt móðurmálstilfar, og ikki bara lesibøkur, sigur Marjun Ziskason, sum saman við Gunvá Magnussen hevur rítstjórnað rúgvusmikla tilfarið.

- Eg vildi ynskt, at eg hevði hetta tilfarið, tá ið eg var næmingur í 3.-6. flokki. Lesing og skriving gongur hond í hond, og nógvar spennandi listaligar uppgávur eru í Nem bókunum, sigur Gunvá, nú allar tólv bøkurnar eru lidnar.

- Plot bleiv valt í 2013. Avgerðin um at velja Plot bleiv tikin, tí at hildið var, at tilfarið var væl egnað at týða og tillaga, og ein talgildur pallur fylgdi við. Harafturat er tilfarið væl skipað við einum týðiligum reyðum tráði og væl gjøgnum arbeitt, siga tær báðar, Marjun og Gunvá í Námi.

Rannsóknararbeiði í fongsilskjallaranum
Gunvá og Marjun hava verið í pengaboksini hjá Bank Nordik, sum er í kjallaranum í nýggju politistøðini, at finna listaverkið, ”Regin Smiður ”, eftir William Heinesen, tí tær vildu brúka tað í fyrstu bókini, sum er Nem í triðja.

- Vit hava eisini tosað við Arnold Vegghamar, at finna eitt heilt serstakt verk, ”Hagi” frá 2005, sum tað vísti seg, at ein privatmaður í Havn átti. Har hava vit so avmyndað málningin og sett hann í Nem í bókina til fjórða flokk, siga tær báðar.

[object Object]

Nógv sløg av tekstum
Nærum allar stuttsøgurnar eru nýskrivaðar til Nem-heildina, sum eisini er myndprýdd av føroyskum listafólkum.

Í bókunum eru nógv sløg av tekstum og fleiri nýggjar avbjóðingar eru til næmingarnar í málbólkinum.

- Tey átta árini, vit hava arbeitt við tilfarinum til allar bøkurnar, hava vit eisini fingið jaligar afturmeldingar um tilfarið í bókunum, sum longu eru komnar út, siga Marjun og Gunvá, og blaða upp í nýggjastu bókini, sum byrjar við málninginum ”Sjálvsmynd” hjá Ruth Smith frá 1955.

- Vit hava longu hoyrt frá skúlum, sum arbeiða við hesum evni, at gera sjálvsmyndir.

Byggir á heildaráskoðan
Samanrenning er millum munnligt og skrivligt arbeiði, og í lidnu bókunum verður ferðast víða í tekstsløgum og huglagi. Onkrar uppgávur leggja dent á at læra ymisk yrkishugtøk í lærugreinini, aðrar leggja dent á tað skapandi bæði innan munnliga og skrivliga frásøgn, meðan uppaftur aðrar geva næmingunum grundleggjandi kt-førleikar.

Umframt vanligu tekstsløgini verður eisini undirvíst í filmi og filmsgerð, heimasíðum og heimsíðugerð, tíðindum og retorikki.

- Bókaheildin Nem byggir á eina heildaráskoðan, har næmingurin mennir førleikar at tulka, at samskifta og at verða sosialur. Í lærarabókini verður dentur lagdur á undirvísing, sum bæði er fjølbroytt og virkin, siga Gunvá og Marjun, sum eru ritstjórar í Námi.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 24. september 2021

32 Leygardagur 25. september 2021

"The Crown" fekk fleiri stórar Emmy-virðislønir

Mánanáttina vóru Emmy-virðislønirnar handaðar í Los Angeles, og Netflix-røðin um bretska kongshúsið vann m.a. fyri "besta dramarøð"

Olivia Colman, ið hevur leiklutin sum Elizabeth drotning í "The Crown" vann mánanátt eina Emmy fyri "besti kvinnuligi sjónleikarin í dramarøð" (Mynd: EPA)
SkrivaÐ:

Alda Nielsdóttir

Mánanáttina, sunnukvøldið amerikanska tíð, vórðu ársins Emmy-virðislønirnar handaðar í Los Angeles. Hetta er kvøldið, har sjónvarpsrøðir, og sendingar, sum verðar vístar í bestu senditíð, verða heiðraðar. Í hesum sambandi var tað Netflix-røðin "The Crown", sum fór av stað við fleiri stórum virðislønum.

Røðin um bretska kongshúsið vann m.a. í bólkinum "besta dramarøð", og er hetta størsta virðislønin, sum ein Netflix-filmur ella røð hevur fingið, skrivar Ritzau.

"The Crown" var tilnevnd í fleiri bólkum. Olivia Colman, sum spælir Elizabeth drotning í røðini, vann eisini virðislønina fyri "besti kvinnuligur sjónleikari í dramarøð", meðan Josh O'Connor, sum spælir Charles prinsur, fekk heiðurin sum "besti mannligur sjónleikari í dramarøð".

Vinnarin í bólkunum "besti mannligur hjáleikari í dramarøð" og "besti kvinnuligur hjáleikari í dramarøð" gjørdust eisini sjónleikarar úr "The Crown.

Orsakað av koronu var Emmy-handanin hildin uttandura, og eisini vóru færri gestir enn vanligt. Umframt hetta var krav fyri, at gestir skuldu vera koppsettir fyri koronu og hava latið seg kanna áðrenn tiltakið.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 20. september 2021

33 Leygardagur 25. september 2021

Noreg: Nærum allar avmarkingar fara úr gildi í dag

Frá í dag kunnu norðmenn so at siga liva sum áðrenn korona, sigur Erna Solberg, forsætisráðharri

Erna Solberg, sitandi forsætisráðharri í Noregi (Mynd: EPA)
SkrivaÐ:

Alda Nielsdóttir

Seinnapartin í dag letur norska samfelagið uppaftur aftur, og nærum allar koronaavmarkingarnar fara úr gildi.

Tað boðaði norska stjórnin frá á tíðindafundi í gjár.

– Nú kunnu vit so at siga liva, sum vit gjørdu áðrenn farsóttin rakti okkum. Eg haldi tó ikki, at alt verður sum fyrr. Eg haldi, at korona fer at seta sín dám á okkum restina av lívinum, segði Erna Solberg, forsætisráðharri sambært DR.

Millum tær avmarkingarnar, sum nú fara úr gildi, er kravið um at halda ein metur frástøðu, og avmarkingar fyri veitslur og onnur tiltøk, har nógv fólk savnast.

Ferðandi, sum koma úr londum, sum eru markerað sum appilsingul nýtast frá í dag heldur ikki at fara í sóttarhald.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 24. september 2021

34 Leygardagur 25. september 2021

Kirkjan á Grímsey brendi í grund

Eldurin er helst kyknaður í el-skipanini

(Mynd: Morgunblaðið / Sigurður Henningsson)
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

Kirkjan á Grímsey, oynni út fyri norðurstrond Íslands, brendi í grund í nátt.

Morgunblaðið skrivar, at eldurin kyknaði stutt fyri midnátt í gjárkvøldið, og eftir bert 20 minuttir var hon brend í grund.

Grímseyarkirkja er frá 1867 og varð bygd út í 1932.

Brandovastin á Grímsey sigur við mbl.is, at helst er eldurin kyknaður av breki í ravmagnsskipanini, kanska einum av el-ovnunum, sum hitaði kirkjuna upp.

Serfrøðingar frá løgregluni á Norðurlandinum fara í dag út í Grímsey fyri at kanna brandstaðið nærri.

Umleið 60 fólk búgva fast á Grímsey. 

Í fjørsummar vitjaði sluppin Westward Ho í Grímsey. Hans David Hansen tók tá hesar myndirnar frá Grímseyarkirkju

[object Object]

[object Object]

[object Object]

[object Object]

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 22. september 2021

35 Leygardagur 25. september 2021

Tap í væntu fyri íslendsku stjórnina

Nýggj veljarakanning vísir at stjórnarflokkarnir bert fáa 43 prosent – altingsval er í dag

Alt bendir á, at dagarnir hjá Katrín Jakobsdóttir sum leiðari fyri einari íslendskari grønari/høgrastjórn eru taldir. Myndin er frá almennari vitjan í Paris í summar (Mynd: EPA)
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

Undirtøkan fyri teimum trimum flokkunum, sum í løtuni skipa stjórn í Íslandi, er nú niðri á 43 prosentum.

Tað vísir ein nýggj veljarakanning, sum Fréttablaðið kunngjørdi hósdagin. Altingsval verður í dag.

Sjálvstæðisflokkurin stendur í kanningini at fáa 20,1 prosent, Vinstri/Grønu 10,7 og Framsóknarflokkiurin 12,2 prosent.

Sambært kanningini verður Samfylkingin – íslendski javnaðarflokkurin – næststørsti flokkur á tingi við 14,7 prosentum. Píratarnir, sum í síðstu viku stóðu til at fáa góð 11 prosent, fáa í nýggjastu kanningini undirtøku frá 13,1 prosentum, meðan Viðreisn fær 9,3 prosent.

Sósialistarnir fáa 6,9 prosent, Miðflokkurin 6,6, Flokkur fólksins 5,2 og Frjálslyndi lýðæðisflokkurin 1,1 prosent.

Kanningin varð gjørd í døgunum 17. til 21. september og byggir á svar frá 1.244 veljarum.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 23. september 2021

36 Leygardagur 25. september 2021

Pele Broberg: Eiga ikki at brúka orðið "ríkisfelagsskapur"

Orðið sipar til, at tað er nakað, sum vit øll eiga, men tað er tað jú ikki, tað er nakað, sum Danmark eigur, sigur grønlendski landsstýrismaðurin í uttanríkismálum í samrøðu við Berlingske.

Pele Broberg, landsstýrismaður við uttanríkismálum í Grønlandi, heldur at heitið "danska ríkið" er rættari at brúka, tí tað ger greitt, hvør hevur valdið (Mynd: EPA)
SkrivaÐ:

Alda Nielsdóttir

Grønlendski landsstýrismaðurin við uttanríkismálum, Pele Broberg, heldur, at orðið "ríkisfelagsskapur" átti at verið strikað, tí tað, sambært honum, er eitt skálkaskjól fyri danskt yvirræði yvir Grønland. Tí heldur hann ikki, at orðið kann brúkast um sambandið millum Danmark og Grønland.

– Tað er ein týðandi sundurskiljing. Orðið sipar til, at tað er nakað, sum vit øll eiga, men tað er tað jú ikki, tað er nakað, sum Danmark eigur, sigur hann í samrøðu við Berlingske.

Ríkisfelagsskapurin er eitt heiti fyri sambandið millum tey trý londini í danska kongaríkinum – Danmark, Grønland og Føroyar. Pele Broberg vil heldur brúka heitið "danska ríkið", tí tað ger greitt, hvør tað er, sum hevur valdið, sigur hann sambært Ritzau.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 19. september 2021

37 Leygardagur 25. september 2021

Carles Puigdemont handtikin í Italia

Katalanski loysingarleiðarin varð handtikin hósdagin

Fyrrverandi katalanski leiðarin, Carles Puigdemont (Savnsmynd)
SkrivaÐ:

Alda Nielsdóttir

Katalanski loysingarleiðarin, Carles Puigdemont, er handtikin í Italia, upplýsti sakførari hansara, Gonzalo Boye hóskvøldið sambært tíðindastovuni AFP. Hetta hendi, tá hann kom til floghavnina í Alghero á Sardinia.

Puigdemont var farin til italsku oynna úr Brússell í Belgia, har hann livir í útlegd. Hann er skuldsettur fyri, saman við fleiri øðrum, at standa aftanfyri einari ólógligari fólkaatkvøðu um loysing frá Spania í 2017. Í hesum sambandi fingu fleiri aðrir katalanskir politikarar upp í 13 ára fongsulsrevsing. Hesir vóru tó náðaðir í summar.

Tað var í 2019, at boð vórðu givin um at handtaka Puigdemont, men sambært sakførara hansara, vórðu boðini seinni strikaði av ES-dómsstólinum. Tað er nú upp til italsku rættarskipanina at avgera, um Puigdemont skal leyslatast aftur, ella um hann skal útflýggjast til Spania, og tað skal ein dómari taka støðu til í dag, skrivar Ritzau.

Í 2019 varð Puigdemont valdur inn í ES-tingið, og í fjør bleiv ein umbøn hjá Spania um at fáa hann útflýggjaðarn, avvíst, av tí at hann hevði immunitet sum limur í ES-tinginum.

Í mars í ár atkvøddi ein meiriluti í tinginum tó fyri at ógilda immunitet hansara eftir áheitan frá spanska hægstarættinum, og harvið kundi Spania aftur fara í holt við royndini at fáa hann útflýggjaðan.

Í gjár var Puigdemont latin leysur aftur.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 24. september 2021

38 Leygardagur 25. september 2021

Flokkur Putins fekk knapt helmingin

Sameint Russland fekk 49,8 prosent av atkvøðunum í Russlandi farna vikuskiftið – antstøðan sigur at svikað varð við valinum

Vladimir Putin (Mynd: EPA)
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

Flokkurin Sameint Russland, sum er stuðulsflokkur hjá Vladimir Putin, forseta, hevur vunnið 49,82 prosent av atkvøðunum til valið ti Dumuna, undirhúsið í russiska tjóðartinginum.

Tað vísir endaliga úrslitið av valinum, sum russiska valnevndin nú hevur kunngjørt, skrivar tíðindastovan Tass.

Tað varð væntað frammanundan, at Sameint Russland fór at vinna valið, men hóast sigurin var sannførandi, so var talan um eina lítla afturgongd í mun til seinasta val, tá flokkurin fekk 54 prosent av atkvøðunum, skrivar Ritzau.

Helmingurin av tingsessunum verða býttir sambært flokslistum, meðan hin helmingurin fer til tey valevni, ið hava fingið flest atkvøður í valdømun, har eitt umboð skal veljast. Longu tá helmingurin av atkvøðunum vóru taldar, hevði Sameint Russland vunnið 85 prosent av hesum valdømum.

Kommunistaflokkurin gerst næststørsti flokkur í Dumuni við umleið 20 prosentum, ið er ein framgongd á 13,3 prosent í mun til valið fyri fimm árum síðani.

14 flokkar stillaðu upp til valið, ið vardi yvir tríggjar dagar og endaði sunnudagin.

Ongir altjóða eygleiðarar
Fongslaði andstøðupolitikarin, Aleksej Navalnyj, heitti innan valið á veljarar, ið ikki ynsktu at stuðla Putin, um at velja taktiskt. Hetta skuldi gerast við at velja flokkar í einmansvaldømunum, sum høvdu møguleika at vinna á flokkinum hjá Putin – í flestu førum varð heitt á veljarar um at velja kommunistarnar.

Egni flokkurin hjá Navalnyj stillaði ikki upp - hann varð bannaður undan valinum.

Ongir eygleiðarar frá altjóða felagsskapinum OSCE vóru til staðar í Russlandi fyri at halda eyga við at alt fór rætt fram, tí semja ikki kundi finnast millum felagsskapin og russisku stjórnina um hvussu hetta skuldi fara fram.

Frá fleiri síðun – eitt nú ES – er illgruni um, at valið ikki fór fram á demokratiskan hátt.

Russiski kommunistaflokkurin sýtir eisini fyri at viðurkenna úrslitið av tveimum milliónum elektroniskum atkvøðum, sum gjørdist tungan á vágskálini í Moskva.

Myndugleikarnir í Russlandi vísa skuldsetingunum um valsvik aftur. Ein óheftur bólkur av valeygleiðarum hevur boðað frá minst 4.500 dømi um valsvik, skrivar dr.dk. 


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 21. september 2021

39 Leygardagur 25. september 2021

Høgu gassprísirnir elva til ruðuleika

Seinastu tíðina eru gassprísirnir farnir upp í loft, og í fleiri londum merkja tey longu avleiðingarnar

Stór ábyrgd liggur á russiska Gazprom, nú Evropa tørvar meira gass.
SkrivaÐ:

Jan Müller

Hesa seinastu tíðina eru prísirnir á gassi farnir upp í loft, og longu nú síggjast avleiðingarnar serstakliga í Evropa og ikki minst í norðara partinum, nú veturin so smátt er farin at banka á dyrnar.

Í einum landi sum Bretlandi, sum er so bundið at gassi, hevur ruðuleiki tikið seg upp hjá teimum mongu húsarhaldunum og virkjunum, sum dúva uppá gass í gerandisdegnum. Høgu gassprísirnir, sum av álvara eru farnir at merkjast, hótta við at taka fígjarliga grundarlagið undan mangari familju, og longu nú eru fleiri veitarar av gassi farnir á húsagang.

Ein orsøkin til høgu prísirnar er rætt og slætt, at eftirspurningurin eftir gassi er vorðin nógv størri enn framleiðslan. Nú korona er við at leggja seg og ikki hevur so stóra ávirkan longur sum higartil, er virksemið farið at vaksa aftur og tess størri virksemi, tess størri verður eftirspurningurin eftir orku. Og skjótari tømast goymslurnar. 

Ein av heimsins størstu gassframleiðarum Russland er enn ein orsøk til støðuna, tí landið hevur ikki gingið áheitanunum frá brúkaralondunum í eitt nú Evropa um at økja um gassútflutningin á møti, so meira gass verður tøkt á marknaðinum og harvið prísurin kann lækka. Russland vil vera við, at tað heldur sína avtalur, men framleiðslan er framvegis ikki komin á tað støðið hon var undan korona. Politikarar eitt nú í Bretlandi vilja hava ein kanning gjørda, hví Russland ikki koyrir meira gass á marknaðin, nú so stórur tørvur er á tí.

IEA, altjóða orkustovnurin, hevur heitt á Russland um at økja um framleiðsluna og gassflutningin til Evropa og sigur, at tað við hesum kann vísa seg sum ein álítandi lveitara av gassi til umheimin.  Stovnurin heldur, at Russland er ført fyri at økja framleiðsluna, so goymslurnar kunnu fyllast, áðrenn veturin kemur.

Tað er russiska gassfelagið Gazprom, sum stendur fyri størsta partinum av gassframleiðsluni í Russlandi, og tað er russiski staturin, sum eigur felagið. Gazprom hevur higartil ikki ynskt at gera viðmerkingar til hættisligu støðuna. Eisini støðan í Asia er við til at gera støðuna í Evropa verri, tí har hava lond longu lagt undir seg LNG gass í stórum nøgdum. Vaksandi virksemi eftir korona vísir seg at leggja seg á meira orku enn vanligt er. 

Tað eru eisini tey, sum geva myndugleikum í serstakliga teimum londum, sum ynskja, at tað grøna orkuskiftið skal ganga skjótari, skuldina fyri ta støðu, sum høgu gassprísirnir hava við sær. Høvdu myndguleikar og eisini umhvørvisfelagsskapir ikki lagt forðingar í vegin fyri nýggjum íløgum í bæði olju- og gass, so hevði støðan kunnað verið øðrvísi.

IEA ger vart við, at tað er sera óheppið, at gassmangulin kemur í eini tíð, har vindorka og sólorka muna ov lítið og ikki minst, har veturin nærkast í hvørjum. Annars heldur IEA tað vera skeivt at geva royndunum at fara burtur frá olju og gassi skuldina fyri høgu gassprísirnar.

Stovnurin sigur, at brádligi vøksturin í gassprísinum stavar frá fleiri ymsum viðurskiftum, og tað er tí skeivt at leggja ábyrgdina á royndirnar at menna varandi og reina orku sigur stjórin í IEA, Fatih Birol, sambært World Oil og Financial Times.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 23. september 2021

40 Leygardagur 25. september 2021

USA letur upp fyri koppsettum ferðandi

Men skipanin kemur ikki í gildi fyrr enn í november

(Savnsmynd: EPA)
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

Evropearar, sum búgva í Schengen-økinum kunnu í nærmastu framtíð aftur rokna við at sleppa at ferðast ótarnað til USA.

Síðan coronasmittan byrjaði hevur ikki verið møguligt at ferðast sum turistur til USA. Men hendan forðing verður nú tikin af aftur í november mánaði. Tað boðaði amerikanska stjórnin frá í mánadagin.

Undantak er tó fyri sendifólkum, journalistum og fólkum við tættari familju í USA. Men fólk, sum ætla til USA at arbeiða ella bara ferðast, mugu bíða nakað enn.

Tað verður tó bara fólk, sum er fult koppsett móti covid-19, sum fáa innferðarloyvi. Tað verða ikki krav um sóttarhald, men ferðandi til USA skulu vísa á eina negativa koronatest, sum ikki er eldri enn tríggjar dagar.

- Tað er jaligt, at USA nú tekur innferðarforðingarnar av fyri vaksinerað. Hetta merkir nógv fyri okkara borgarar, fyritøkur og aðrar felagsskapir við bondum til USA, segði norska uttanríkisráðkvinnan, Ine Eriksen Søreide í gjár við NRK.

Eisini aðrastaðni í Evropa frøast tey um útlitini til at tað aftur verður møguligt at ferðast millum Evropa og USA.

- Vit eru nøgd við fráboðanina um at vaksinerað ferðandi úr ES-londunum skjótt kunnu ferðast til USA aftur. Avbyrgdar familjur hava saknað hetta leingi og hetta er eisini gott fyri vinnulívið, varð sagt í eini almennari fráboðan frá ES-felagsskapinum á Twitte.

Eisini týski, Olaf Scholz, sum væntandi verður komandi kanslarin í Týsklandi, fegnast.

- Hetta eru stór tíðindi – fyri týskar og evropeiskar íløgur, fyri okkara útflutningsvinnu og fyri atlantiska sambandið, skrivar Scholz á Twitter. 

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 21. september 2021

41 Leygardagur 25. september 2021

Fleiri túsund fólk flutt burtur frá eldgosi

Eldgosið Cumbre Vieja á kanarisku oynni La Palma fór at goysa í vikuni

(Mynd: EPA)
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

Umleið 5.000 fólk, harav eini 500 ferðafólk, eru flutt burtur av kanariuoynni La Palma eftir at eldgosið Cumbre Vieja fór at goysa sunnudagin.

Hetta er fyrstu ferð í 50 ár, at tað goysir á hesi oynni, sum er ein av teimum minnu Kanariuoyggjunum – tann norðara av teimum, sum liggja longst vestur í havi.

Seinast tað goysti í Cumbre Vieja var í 1971.

Tað hava í seinastuni verið fleiri ávaringar um, at okkurt var við at henda í undirgrundni. Fleiri smærri jarðskjálvtar eru máldir upp til seinnapartin sunnudatin, tá tað fór at goysa.

La Palma er ikki, eins og hinar Kanariuoyggjarnar, eitt stórt ferðafólkamál. 83.000 fólk búgva á oynni, harav næstan helmingurin har suðuri á oynni, nærhendis eldgosið.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 20. september 2021

42 Leygardagur 25. september 2021

Skotskur stórsigur í Glasgow - Føroyar fingu fyrsta málið í undankappingini

Heilt sum væntað gjørdist talan um eitt tungt týskvøld hjá føroyska liðnum á stóra leikvøllinum í skotska stórbýnum. Ljóspunktið í seks-máls tapinum var heilt greitt málið hjá Mariu Biskopstø

Átta mál komu í Glasgow - eitt av teimum kundu tær føroysku fegnast um (Mynd: Bjarni Enghamar/FSF)
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

Meginparturin av leikarunum á skotska liðnum spæla til dagliga í bestu ensku deildini - aðrar spæla við skotskum stórfeløgum ella til dømis AC Milan. Føroyar taptu samanlagt 2-16 móti Skotlandi í teimum báðum innanhýsis dystunum í undankappingini til HM 2015. Harvið fór tað helst bert at verða ein spurningur um tíð, áðrenn Skotland fór at fáa hol á, á stóra og søguliga Hampden Park.

Tað stóð 0-0 á máltalvuni í Glasgow í 18 minuttir, har liðið hjá Lene Terp vardi væl fyri. Men so fekk Skotland tvey mál uppá tveir minuttir - fyrst við langskoti og síðani eftir innlegg til aftaru stong, ið varð stútað framvið Óluvu Allansdóttir Joensen. Nakrar minuttir seinni var skotska uppskriftin tann sama, og málskjúttin tann sama: Chloe Artur úr Aston Villa.

Skotland fekk eitt mál afturat áðrenn hálvleik, og tað líktist einum keðiligum føroyskum skrædli.

Men byrjanin í 2. hálvleiki var sera góð, og málið hjá Føroyum var flott. Vælleikt álop endaði við horna í høgru. Tað sendi liðskiparin Ásla Johannesen hart innfyri, og í fremsta økinum var Maria Biskopstø skjótari til bóltin enn tveir skotskir verjuleikarar, og 19-ára gamli álopsleikarin úr Klaksvík stútaði bóltin væl í málið til 4-1, og so var føroyskur fagnaður. Maria hevur bert spælt í bestu føroysku deildini í beint yvir fýra mánaðir, og hetta var landsdystur nummar tvey hjá sterka rennaranum.

[object Object]
Maria kemur væl til bóltin, stútar...

[object Object]

Skotski málverjin ongan møguleika, og føroyski fagnaðurin kann byrja...

[object Object]
Maria hevur í ár fyri fyrstu ferð roynt seg í evropeiskum dysti - við KÍ - og fekk eitt mál á stórum palli fyrstu ferð hon var avstað við landsliðnum

[object Object]
(Mynd: Bjarni Enghamar/FSF)

Skotland royndi beinanvegin at svara aftur, og føroyska liðið kom aftur undir stórt trýst. Innskifta Marta Thomas úr Manchester United økti, tá beint yvir ein tími var leiktur. Síðani gingur tjúgu minuttir, har tað ikki hendi tað stóra, og har Føroyar fingu staðið væl ímóti Skotlandi - tó uttan at hótta aftur.

Enn ein innskiftur leikari, Jenna Clark, fekk økt, áðrenn Claire Emslie úr Everton setti punktum við flottum frísparki næstan beint uttanfyri brotssteigin.

Enn eitt stórtap, men fleiri lovandi taktir hjá føroyska liðnum í mun til Spania, ið eisini spældi skjótari enn Skotland, sum var sterkt í millum annað innlegsspælinum. Ukraina og Ungarn eru nakað undir støði hjá Skotlandi og serliga Spania, so lagt er upp til, at tað gerast heldur tættari dystir í oktober - Ukraina tekur ímóti 20. oktober, og seks dagar seinni vitjar Ungarn á Tórsvølli.

Tað eina málið í Glasgow týskvøldið kann fáa stóran sálarligan týdning fyri liðið. Í síðstu undankapping kom einasta málið ikki fyrrenn í seinasta dystinum, sum var í Belfast 1. desember. 


HM-undankappingarbólkur 2
Hampden Park, Glasgow 21.september

Skotland - Føroyar 7-2 (4-0) 
19' Erin Cuthbert 1-0
21' Chloe Artur 2-0
27' Chloe Artur 3-0
39' Christy Grimshaw 4-0
49' Maria Biskopstø (Ásla Johannesen) 4-1
62' Marta Thomas 5-1
81' Jenna Clark 6-1
84' Claire Emslie 7-1

Føroyar: Óluva Allansdóttir Joensen - Maria á Lakjuni, Birita Ryan, Rakul Maria Johannesen, Sarita Maria Mittfoss, Ásla Johannesen (L) - Heidi Sevdal (90' Tórunn Højgaard Joensen), Olga Kristina Hansen (72' Tóra Mohr), Jensa Kannuberg Tórolvsdóttir, Julia Naomi Mortensen - Maria Biskopstø (65' Durita Hummeland)

Ungarn - Spania 0-7

Støðan í bólkinum:
Spania 6 stig (+17)
Skotland 6 stig (+8)
Ukraina 0 stig (0) *
Ungarn 0 stig (-9)
Føroyar 0 stig (-16)

Ungarn hevur ikki spælt enn. Hini hava spælt tveir dystir

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 21. september 2021

43 Leygardagur 25. september 2021

TB fær kvinnuligan venjara restina av kappingarárinum

Lars Heiliger er ikki longur venjari hjá TB. Nú tekur høvuðsungdómsvenjarin, Helen Lorraine Nkwocha, sær av besta mansliðnum, tað sum er eftir av kappingarárinum

Helen Lorraine Nkwocha
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Niðurflyting tykist at vera veruleiki í Suðuroynni, og mikukvøldið boðaði TB frá, at høvuðsvenjarin, Lars Heiliger, sum tók yvir eftir at Michael Winter í apríl segði seg úr starvi, nú eisini er farin úr starvi.

- Leiðslan í Tvøroyrar Bóltfelag hevur avgjørt at enda samstarvið við týska venjaran Lars Hage Heiliger, sigur TB í fráboðan.

Úrtøkan hjá TB hevur verið stak vánalig í ár. Eftir 21 dystir liggur TB aftast við bara trimum stigum. Tvøramenn hava ongan dyst vunnið, men spælt tríggjar javnleikir.

Tað verður nú høvuðsungdómsvenjarin hjá TB, Helen Lorraine Nkwocha, sum hevur áttikið sær venjarauppgávuna, tað sum er eftir av hesum kappingarárinum.

Helen Lorraine Nkwocha kom til felagið í vár.

[object Object]Týski Lars Heiliger varð settur sum venjari tá Michael Winter valdi at takka fyri seg eftir 4-0 tap ímóti B36 síðst í apríl (Mynd: Sverri Egholm)


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 22. september 2021

44 Leygardagur 25. september 2021

Øll toppliðini vunnu trygd

Munurin millum topp og botn í Betrideildini øktist farna vikuskifti

René Shaki Joensen og Pætur Petersen fegnast her um 1-0 beint fyri hálvleik (Mynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Øll topp fimm liðini á stigatalvuni vunnu stórt ella trygt á botn fimm liðunum sunnudagin.

KÍ vann 4-0 ímóti 07 Vestur, NSÍ vann 7-2 ímóti TB, B36 vann 5-0 ímóti ÍF og Víkingur vann 3-1 ímóti B68. Seinasti dysturin var sunnukvøldið í Havn, har HB tók móti EB/Streymi. Eftir eina javna byrjan og javnleik 1-1 í hálvleikinum, endaði eisini tann dysturin við tryggum sigri til HB.

KÍ - 07 Vestur 4-0 (2-0)
21’ Páll Andrasson Klettskarð 1-0
29’ Árni Frederiksberg 2-0
76’ Jóannes Bjartalíð 3-0
84’ Jóannes Bjartalíð 4-0 (br.)

Víkingur - B68 3-1 (3-0)
10’ Noah Mneney 1-0
35’ Andreas Lava Olsen 2-0
40’ Jákup Johansen 3-0
61’ Andri Benjaminsen 3-1

B36 - ÍF 5-0 (2-0)
4’ Sebastian Pingel 1-0
37’ Hannes Agnarsson 2-0
49’ Bjarki Nielsen 3-0
90’ Sebastian Pingel 4-0
90’ Martin Agnarsson 5-0

NSÍ - TB 7-2 (3-0)
5’ Klæmint Andrasson Olsen 1-0
15’ Klæmint Andrasson Olsen 2-0
28’ Klæmint Andrasson Olsen 3-0
49’ Samudeen Musah 3-1
55’ Aron Knudsen 4-1
57’ Klæmint Andrasson Olsen 5-1
65’ Atli Djurhuus Petersen 6-1
75’ Sascha Schmaiz 6-2
90’ Tróndur Jensen 7-2

HB - EB/Streymur 4-1 (1-1)
45’ Pætur Petersen 1-0
45’ Gutti Dahl Olsen 1-1
53’ Pætur Petersen 2-1
84’ Dan í Soylu 3-1
90’ Stefan Radosaljevic 4-1

Støðan í Betri deildini menn

1. KÍ 62 stig (22 dystir)
2. Víkingur 50 stig (22 dystir)
3. HB 43 stig (21 dystir)
4. B36 39 stig (22 dystir)
5. NSÍ 35 stig (23 dystir)
6. 07 Vestur 22 stig (22 dystir)
7. EB/Streymur 19 stig (21 dystir)
8. B68 19 stig (22 dystir)
9. ÍF 13 stig (22 dystir)
10. TB 3 stig (21 dystir)

Hetta vikuskiftið verður aftur fult umfar í Betrideildini. Í dag, leygardagin kl. 15.30 spæla TB og HB í Trongisvági.

Hinir dystirnir verða allir spældir sunnudagin kl. 15:
ÍF-KÍ
07 Vestur-Víkingur
B36-EB/Streymur
B68-NSÍ


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 19. september 2021

45 Leygardagur 25. september 2021

HB spældi seg í hálvfinaluna

Bara 1-0 í steðginum í løgmanssteypadystinum millum HB og B71

Michal Przybylski (Savnsmynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Útsetta fjórðingsfinalan í kappingini um løgmanssteypið millum B71 og HB var í mikukvøldið leikt Inni í Dal á Sandi.

Úrslitið gjørdist ikki óvæntað 5-0, men tað var ikki fyrr enn í seinna hálvleiki, at málini byrjaðu at rapla inn hjá sandoyingum.

Støðan var bara 1-0, tá liðini fóru til hálvleiks, men miðskeiðis í seinna hálvleiki fingu havnarmenn hol á. Málunum tóku Steffan Radosaljevic, Jákup L. Thomsen, Michal Przybylski og Hørður Askham, sum í henda dystin var liðskipari, sær av.

Bjarti Vitalis Mørk loysti Teit Matras Gestsson av í málinum hjá HB, og menn sum Daniel Johansen, René Shaki Joensen og Mikkel Dahl komu ikki á vøllin.

Í aðrari hálvfinaluni hittast sostatt HB og NSÍ og hinari Víkingur og B36. Fyrru hálvfinalurnar verða leiktar 20. ella 21. november meðan seinnu verða leiktar 27. ella 28. november.

FInalan um løgmanssteypið verður 4. desember.

B71 - HB 0-5 (0-1)
17’ Steffan Radosaljevic 0-1
64’ Jákup L. Thomsen 0-2
70’ Jákup L. Thomsen 0-3
75’ Michal Przybylski 0-4
77’ Hørður Askham 0-5

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 22. september 2021

46 Leygardagur 25. september 2021

Árni Frederiksberg bindir seg til klaksvíkingar til 2024

Frísparkssnillingurin og eyðsýndi leikarin Árni Frederiksberg hevur longt samstarvið við KÍ

(Mynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Oddaliðið í bestu mansdeildini í fótbólti, KÍ, leingir við eyðsýnda áleyparan Árna Frederiksberg. Sáttmálin er longdur til og við 2024.

- Í Árna Frederiksberg hava vit næstu árini tryggja okkum ein nærlagdan og sera ágrýtnan leikara.  Higartil í ár hevur hann serliga ofta verið við í teimum mongu málunum, sum viðleikararnir hava sett í kassan, skrivar KÍ á heimasíðuni.

Tað sær gott út hjá KÍ í ár. Umframt at liggja á odda í deildini við 62 stigum, heili 12 stig frammanfyri Víking á øðrum plássi, hava klaksvíingar bara latið seks mál inn hetta kappingarárið. Samstundis hevur KÍ skorað heili 81 mál higartil í ár, og hetta er met.

Árni Frederiksberg hevur sambært Faroesoccer spælt 22 dystir hetta kappingarárið og hevur skotið sjey mál.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 21. september 2021

47 Leygardagur 25. september 2021

Soleiðis verður leikt í hálvfinalunum

Lutakast hevur verið um, hvussu spælast skal í hálvfinalunum hjá kvinnum

(Savnsmynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Nýggjur steypavinnari skal finnast í ár, tí steypavinnarin í fjør, KÍ, var ikki við í pottinum mánakvøldið, tá drigið var um hvussu spælast skal í hálvfinalunum hjá kvinnum. HB sló KÍ út í fjórðingsfinaluni við 2-1 sigri.

Fróði Danielsen frá FSF tók bóltar úr bollanum í sendingini 3-2 í sjónvarpinum. Greitt gjørdist at NSÍ og B36 bresta saman meðan HB og 07 Vestur bresta saman í hinum hálvfinalunum.

Liðini spæla tvær hálvfinalur móti hvørjum øðrum, og fyrri dysturin verður 6. oktober og hin 30. oktober.

Vinnarin av NSÍ-B36 hevur heimavøll í finaluni, sum verður leikt á Tórsvølli 6. november.

6. oktober
Fyrra hálvfinala: NSÍ-B36
Fyrra hálvfinala: 07 Vestur-HB

30. oktober
Seinna hálvfinala: B36-NSÍ
Seinna hálvfinala: HB-07 Vestur

6. november
Finala á Tórsvølli


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 20. september 2021

48 Leygardagur 25. september 2021

U21 spælir næsta heimadyst í Klaksvík

Leikvøllurin við Djúpumýrar verður karmur um U21 EM-undankappingardystin millum Føroyar og Norðurmakedonia

Umstøðurnar eru góðar við Djúpumýrar (Mynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Nú er avgerð tikin um, at U21 EM-undankappingardysturin millum Føroyar og Norðurmakedónia verður spældur í Klaksvík.

Síðan 2007, tá Føroyar fóru undir at taka lut í EM-undankappingum fyri U21-landsliðið, hevur heimavøllurin verið á Svangaskarði á Toftum, á Ovara vølli í Havn ella á Tórsvølli.

Men nú hevur Fótbóltssamband Føroya tikið avgerð um, at næsti heimadysturin, sum er móti Norðurmakedonia hósdagin 7. oktober, skal spælast við Djúpumýru í Klaksvík, har vøllurin nú er góðkendur til altjóða dystir.

Í verandi EM-undankapping hevur føroyska liðið staðið seg avbera væl, og eftir tríggjar dystir hava Føroyar 4 stig, ið eru vunnin við sigri á Armenia og við javnleikinum móti Fraklandi.

Ukreina er fremst í bólkinum við 6 stigum, Frakland og Føroyar hava 4 stig, og á 4. plássi er Armenia við trimum stigum. Á 5. og 6. plássi eru Serbia og Norðurmakedónia við einum stigi í part.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 19. september 2021

49 Leygardagur 25. september 2021

KÍ og B36 vunnu fyrstu steypini

Seinasta fríggjakvøld vóru ársins fyrstu steypafinalur spældar á Tórsvølli. Klaksvíkingar vunnu Blaðberasteypið, meðan B36 fór avstað við Thomas Dam Intersport steypinum

U17 dreingir hjá KÍ vunnu Blaðberasteypið (Mynd: Heri Joensen / FSF)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Annað árið á rað hevur KÍ vunnið Blaðberasteypið, ið er steypakappingin fyri U17 dreingir. Í finaluni vunnu klaksvíkingar ein greiðan 5-1 sigur á Víkingi. Hálvleiksstøðan var 1-0 til KÍ.

Málskjúttarnir hjá klaksvíkingum vóru Dávid Biskopstø Andreasen, Silas Gaard, Jákup Vilhelmsen, ið eisini varð valdur til dagsins spælara, og Jóhan Josephsen, ið gjørdi tvey mál. Einsamalla málið hjá Víkingi skoraði Jákup Andrias Thomsen.

Í finaluni um Thomas Dam Intersport steypið, ið er steypakappingin fyri U21, fingu áskoðararnir spenning fyri allar “pengarnar”.

Jacob Trenskov legði NSÍ á odda tá hálvur tími var spældur, og beint fyri steðgin økti Sølvi Sigvardsen til 2-0. Tað vóru tískil mong, ið væntaðu, at runavíkingar fóru avstað við sigrinum og steypinum.

Men teir hvítu úr B36 vildu ongantíð leggja kongin, og við einum stórspælandi Sámali Johannesen í málinum, sum eisini bleiv valdur til dagsins spælara, megnaðu ungu B36’ararnir at venda dystinum í seinna hálvleiki.

Tá lítil tími var spældur minkaði Brian Slyne við brotssparki, og í 79. minutti javnaði Markus Hellisdal. Og tá tað restaði ein minuttur av vanligu leiktíðini eydnaðist tað Rana Berg í Soylu at berja seg ígjøgnum gulu verjuna, og so var B36 brádliga á odda 3-2.

Seinastu løtuna løgdu runavíkingar nógv fyri at fáa umdyst, og tað var eisini um reppið. Tá fimm minuttir vóru spældir av tíðini, ið dómarin hevði lagt afturat, kom ein NSÍ’ari at standa væl fyri, men skotið brast á tvørtræið, og so endaði Thomas Dam Intersport steypið í syðra enda í Gundadali.

[object Object]Glaðir U21-dreingir hjá B36 sum vunnu Thomas Dam Intersport steypið (Mynd: Heri Joensen / FSF) 


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 18. september 2021

50 Leygardagur 25. september 2021

Tvey tepur tap í Estlandi

Hóast U19 genturnar taptu báðar vinardystirnar móti Estlandi tepurt, so hava tær fingið nógv burtur úr túrinum

(Mynd: Fótbóltssamband Føroya)
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Í farnu viku var U19 landsliðið við gentum í Tallinn og spædi tveir venjingardystir móti Estlandi. Báðir dystirnir endaðu við sigrum til heimaliðið; 2-1 í fyrra dystinum og 3-2 í tí seinna.

Lív Rúnadóttir skoraði málið í fyrra dystinum við einum sera flottum langskoti, og Malena Olsen skeyt bæði málini í tí seinna dystinum. Estland átti tó munin, tá alt kom til stykkis, men í báðum dystunum helt spenningurin sær heilt til síðsta bríksl.

Talan var sostatt um tveir sera javnar dystir, og serliga tann seinni var góður, sæð við føroyskum brillum.

– Vit vóru leikliga omaná í løtum av tí seinna dystinum. Vit skaptu fleiri góðar støður og málmøguleikar, og vit skora eisini tvey mál. Hinvegin harmast vit um, at Estland kom ov lætt til síni mál, serliga havandi í huga, at vit ikki kendu okkum eins trýstar í seinna dystinum, sum vit gjørdu í tí fyrra, sigur Pætur S. Clementsen, landsliðsvenjari.

EM undankapping í oktober
Vinardystirnir í Estlandi vóru liður í fyrireikingunum hjá U19 gentunum til EM undankappingina, sum tær skulu spæla í Hvítarusslandi næsta mánað. Og ta avbjóðingina sær venjarin fram til við spenningi.

– Samanumtikið hava vit fingið nógv burturúr hesum túrinum. Spælararnir hava fingið fleiri altjóða royndir, sum tær kunnu taka við sær víðari, umframt at liðið er ment bæði á og uttanfyri vøllin. So hetta var ein umráðandi partur av fyrireikingunum til EM undankappingina í oktober, og hana gleða vit okkum til, sigur Pætur S. Clementsen at enda.

EM undankappingin hjá U19 gentunum verður spæld í Hvítarusslandi í døgunum 18. – 26. oktober.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 19. september 2021

51 Leygardagur 25. september 2021

Ronaldo hevur yvirhálað Messi

36-ára gamli Manchester United-leikarin er tann fótbóltsleikarin, sum í 2021-2022 fer at fáa flest pening útgoldnan, sambært Forbes. Samlaða upphæddin, áðrenn skatt, er 800 milliónir krónur í løn og stuðuls - og lýsingarinntøkum.

 
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

Tað er eingin ivi um, hvør er í topp- trý. Tað eru umleið 330 milliónir millum Neymar á triðja plássinum og PSG-liðfelagan, Mbappé, á fjórða plássi. Lionel Messi hevur seinastu árini forvunnið mest, men sambært Forbes verður hann nú yvirhálaður av æviga kappingarneytanum Cristiano Ronaldo.

Upphæddin er samanlagda talið av løn og stuðuls - og lýsingarinntøkum hjá leikaranum, og hóast hetta er áðrenn skatt, so er talan um upphæddir, ið næstan ikki eru til at fata.

Listin hjá Forbes yvir teir tíggju fótbóltsleikararnar í heiminum, sum í hesum kappingarárinum fara at forvinna mest pening:

1. Cristiano Ronaldo (Manchester United, Portugal): 792 milliónir krónur
2. Lionel Messi (PSG, Argentina): 697 milliónir krónur
3. Neymar (PSG, Brasil): 602 milliónir krónur
4. Kylian Mbappé (PSG, Frakland): 273 milliónir krónur
5. Mohammed Salah (Liverpool, Egyptaland): 260 milliónir krónur
6. Robert Lewandowski (Bayern Munchen, Pólland): 222 milliónir krónur
7. Andres Iniesta (Vissel Kobe, Spania)
8. Paul Pogba (Manchester United, Frakland): 216 milliónir krónur
9. Gareth Bale (Real Madrid, Wales): 203 milliónir krónur 
10. Eden Hazard (Real Madrid, Belgia): 184 milliónir krónur

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 23. september 2021

52 Leygardagur 25. september 2021

Tjúgu ferðir Turið Arge Samuelsen

Turið Arge Samuelsen skoraði tjúgu mál fyri Kyndil móti VB mikukvøldið

(Savnsmynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Heilar tjúgu ferðir kundu kyndilskvinnur fegnast um eitt mál hjá Turið Arge Samuelsen í dystinum ímóti VB í Høllii á Hálsi mikukvøldið.

Kyndil vann dystin 39-26 og hálvleiksstøðan var 19-11.

Tær grønu úr Kyndli hava sostatt fingið eina góða byrjan upp á kappingarárið við fullari úrtøku eftir tveimum dystum. Í fyrsta umfari vunnu tær greitt ímóti føroyameistarunum frá í fjør, StÍF.

Turið Arge Samuelsen kemur sostatt ovast á listan yvir toppskjúttar. Hon hevur í tveimum dystum higartil í ár skotið 25 mál.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 22. september 2021

53 Leygardagur 25. september 2021

Føroyskt gull í Danmark

Pól Hendrikur Andreasen vann danska meistaraheitið í olympiskari vektlyfting. Eisini vunnu føroyskir lyftarar silvur og bronsu

 
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Á Østerbro í Keypmannahavn kappaðust tey farna vikuskiftið um DM í vektlyfting. Seks føroyingar vóru millum tey luttakandi.

Best gekk tað hjá Pól Hendriki Andreasen, sum vann danskt gull í vektflokkinum undir 73 kilo. Pól Hendrikur lyfti 90 kilo í trekk og 115 kilo í vend og stoyt, og tað var í báðum førum nóg mikið til gullið – og harvið vann hann eisini gullið í samlaðu støðuni.

Niels Áki Mørk kappaðist í bólkinum undir 67 kilo. Hann lyfti 83 kilo í trekk og 100 kilo í vend & stoyt, og hetta rakk til silvurmerkið. Niels Áki er bert 19 ára gamal, og tí hevur hann framvegis aldur til at kappast í DM fyri juniorar, sum verður hildið í næsta mánaði.

[object Object]

Anna Kristina Norðberg Niclasen vann bronsu í samlaðu kappingini fyri kvinnur undir 64 kilo. Anna Kristina gjørdist nummar fýra í kappingini í trekk, har hon lyfti 74 kilo. Men við 99 kilo í vend & stoyt vann hon munin aftur, soleiðis at hon eisini vann eitt bronsumerki í samlaðu kappingini.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 19. september 2021

54 Leygardagur 25. september 2021

Til Danmarkar at fyrireika seg til DM

Boksarar úr Klaksvík og Havn í ferðalagi til venjingarlegu og diplomstevnu

 
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

17 boksarar úr boksifeløgunum í Havn og Klaksvík fara um mánaðarskiftið til Danmarkar á venjingarlegu. Legan er fyrireiking til DM-kappingina, sum verður fyrst í desember.

Koronatíðin hevur lagt ávíst lok á virksemið í Tórshavn Boksing og seinni Klaksvík Boksing, sum júst er stovnað, serliga hvat viðvíkur ferðing uttanlands. Men nú verður so farið avstað við einum stórum liði.

Vitjað verður í Sydhavnsøernes Bokseklub í Lollandi, haðani Morten Meng, høvuðsvenjari og stigtakari til Tórshavn Boksing, stavar.

Leygardagin 4. oktober er diplom-boksistevna í Farum har 8-10 av føroysku boksarunum skulu boksa teirra fyrsta diplomdyst. Teir íðkararnir, sum ikki vera við á stevnuni í Farum, verða eftir í Lollandi, har skipað verður fyri serligari venjing fyri teimum.

Sunnudagin verður aftur venjing í Lollandi áðrenn leiðin verður sett heim aftur sunnukvøld. Tilsamans 20 fólk verða við í ferðalagnum, seks úr Klaksvík Boksing og 14 úr Tórshavn Boksing. 

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 20. september 2021

55 Leygardagur 25. september 2021

ÍSF styrkir um breiddarítróttin

- Felagsskapurin er eitt av aðalendamálunum við ítróttinum, og tí fer ÍSF nú at styrkja enn meira um breiddarítróttin. Í hesum sambandi hava vit sett Katrina á Neystabø í starv, og hon fer at standa fyri hesi uppgávuni, sigur Elin H. Joensen, forseti í ÍSF

 
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

– Mann eigur ongantíð at lata eina góða kreppu fara til spillis, verður sagt - og tað er í grundini tað, sum er bulurin í hesum átakinum. Tí undir koronakreppuni, sum legði ítróttarlívið um allan heimin lamið, varnaðust vit nøkur viðurskifti, sum vit kanska ikki í nóg stóran mun góvu okkum far um áðrenn, greiðir Elin H. Joensen frá.

- Koronakreppan rakti úrvalsíðkararnar hart. Alt, tey høvdu arbeitt fram ímóti, bleiv jú avlýst eftir einum degi. Men tað, sum vit kanska ikki høvdu væntað, var at síggja, hvussu hart tað eisini rakti tey, sum hoyra til breiddarítróttin, tá felagsskapurin varð tikin frá teimum. Tú kanst siga, at vit av álvara varnaðust týdningin av breiddini - og tann sterka felagsskapin, sum hoyrir til, sigur Elin H. Joensen.

Síðani korona hevur ÍSF lagt seg eftir at styrkja um breiddina, samstundis, sum íðkarar á hægsta stigi framvegis verða stuðlaðir. Tað er jú ikki neyðugt at velja annað - tað ber væl til at hava eina sterka elitu og samstundis hava eina góða, sunna breidd.

Føroyaleikir, har ymsu sambondini sjálvi kundu gera av, hvussu kappingarnar skuldu skipast, bóru brá av hesi hugsan. Skúlaleikir, sum júst eru farnir av bakkastokki, hava slagorðið "felagsskapur og rørslugleði fyri øll" og byggja á hetta sama. Og nú setir ÍSF øll segl til - og hevur sett eitt fólk burturav, til at styrkja breiddina enn meira.

- Talan er um Katrina á Neystabø, ið hevur verið virkin innan nógvar ymsar ítróttargreinar, tó at hon helst er best kend sum undangongukvinnan hjá Neistanum, har hon eisini hevur verið venjari í nógv ár. Hon samskipar longu "Skúlaleikir" fyri okkum, og vit eru sera fegin um, at hon nú hevur játtað at koma í fult starv hjá ÍSF fyri at arbeiða við breidd og samanhaldi í breiðari høpi burturav, sigur Elin H. Joensen.

Katrin á Neystabø byrjaði í starvinum 1. september, og er í fyrstu syftu sett í eitt ár.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 22. september 2021

56
Leygardagur 25. september 2021

Minningarorð um Dánjal av Rana

Abbun hevur jú altíð verið har. Hann var tann seinasti av ommunum og abbunum. Men nú eru tey øll farin. Sum fótaspor í sandinum, sum verður skolað burtur av tíðarinnar bylgjum. Eitt heilt ættarlið farið

 
SkrivaÐ:

Hallur av Rana

Hann legði seg sova í gjár og hann vaknaði ikki aftur. Hann sovnaði inn í ævinleikan.

Eg havi leingi bíðað eftir hesum boðum. Tað hevur líka sum ligið í kortunum, síðan omma doyði í september í fjør.

Kortini kom tað sum ein skelkur.

Abbun hevur jú altíð verið har. Hann var tann seinasti av ommunum og abbunum.

Men nú eru tey øll farin. Sum fótaspor í sandinum, sum verður skolað burtur av tíðarinnar bylgjum.

Eitt heilt ættarlið farið.

Og við teimum mítt innlit í eina farna tíð. Í eitt annað samfelag, sum hóast tað var tað føroyska, kennist sum ein leivd frá eini fornari tíð.

Abbun, Dánjal av Rana, var føddur í Trongisvági í 1925. Borin á heim á Rananum, harav eftirnavnið stavar frá.

Stórhendingar
Abbun var eitt leksikon av søguligum hendingum. Tað er væl saktans tað sum hendir, tá man hevur liva eitt virkið lív í eina knappa øld.

Og onkursvegna havi eg altíð fata tað soleiðis, at hann var á fyrstu røð á ferðini hjá føroyska samfelagnum gjøgnum 20. øld.

Sum tá hann og vinmaðurin Dánjal Norðberg 9. november 1942, báðir 16 ára gamlir, vóru fyrstir á staðnum, tá eitt bretskt hernaðarflogfar rendi á Nakk í Trongisvági. Allir uttan ein av manningini doyðu.

Ella arbeiðið í kolanáminum í Rangabotni. Eitt ovurhonds stórt virksemi, sum eg einans síggi leivdirnar av í dag, men sum livdu klárt í minninum hjá Abbanum.

Søgurnar vóru eisini nógvar frá tíðini sum fakfelagsmaður og formaður í Fylking og politiska lívinum í Tvøroyrar býráð, harav fleiri ár sum borgarstjóri.

Næstan sjálvsagt var hann eisini ein av arbeiðsmonnunum, tá fyrsta berghol í Føroyum bleiv borað, og tá tunlarnir til fyrsta vatnverkið í Føroyum, vatnverkið í Botni, blivu gjørdir.

Fólkaatkvøðan
Tað var kortini ikki altíð, at man fekk tað svarið, sum man kundi vænta, tá spurt bleiv inn til søguligar hendingar ella dagar.

Sum ein dagin, tá eg spurdur hann, um hann mintist 14. september 1946, tá føroyingar atkvøddu um loysing.

Jú, tann dagin mintist hann væl. Hann hevði verið við nøkrum veðrum í Skorðunum.

Nógv meira hevði tann dagurin ikki at siga.

Ikki tað – eg visti væl, at hann helt lítið um loysingarprát.

Tað lærdi eg sum smádrongur fyrst í hálvfemsunum. Sambandið millum Føroyar og Danmark var alt annað enn gott, tá eg spurdi Abban, um tað veruliga var so, at hann ynskti samband.

Tað hevði eg ilt við at skilja, men svarið kom straks.

”Hví skal man pilka við nakað, sum riggar.”

Longri frágreiðing var ikki neyðug. Gjøgnum hansara langa lív hevði Ríkisfelagsskapurin riggað, og hann sá onga orsøk at broyta hann.

Áhugin fyri fólki
Abbun hevði ein ekstreman áhuga í fólki og familju. Hann kundi útgreina øll familjubond í Suðuroynni fleiri ættarlið aftur. Og tað var rein paratvitan.

Tað stavaði frá eini ovurhonds stórum áhuga í fólki.

Hann tók sær altíð stundir at práta við fólk. Uttan mun til hvar hann var ella hvørji tey vóru.

Eg gloymdi aldrin, tá eg fyri nøkrum árum síðan – tað munnu vera eini sjey ár nú – fór eftir honum í farstøðini. Ørindini í Havn var ein vitjan hjá oyralæknanum.

Hugsaði við mær sjálvum, at nú skuldi eg taka mær væl av honum, nú hann var einsamallur í Havnini.

Í bíðirúminum sótu fýra fólk. Norðoyingar, sum tey siga har suðri.

Hann kendi øll. Og hann kendi familjurnar hjá øllum.

”Ok”, hugsaði eg: ”Hetta eru fólk í eldra ættarliðnum, sum sita hjá oyralæknanum.”

Men so fóru vit ein túr í SMS. Og eg lúgvi ikki, um eg sigi, at annarhvør persónur vit møttu - í øllum aldrum - steðgaðu á fyri at tosa við hendan 90 ára gamla mannin.

Men soleiðis var hann. Hann gav sær stundir til fólk, og av tí sama kendi hann fólk um alt landið.

So seint sum í farnu viku máttu bæði eg og konan ásanna, at hann hevur sett síni spor hjá fólki.

Tí í hvør sínum lagi, við hvør sítt høvi, tosaðu vit við fólk, sum skundaðu sær at spyrja eftir Dánjali, tí hann hevði vunnið hjartarúm hjá teimum.

Trúgvin
Abbun kom á trúgv á Harran Jesus á ungum árum, og tað fylgdi honum alt lívið. Hann var ein trúgvur stuðul í samkomuni Salem á Tvøroyri heilt upp til ellisárini.

Eg gloymi aldrin, tá eg fór við honum á eitt morgunmøti fyri einum fimm árum síðan.

Vit sótu mitt í salinum, meðan fólk reistust at biðja og tað bleiv sungið.

Tá vit komu úr salinum aftur, spurdi eg hann – vitandi at hann var so dulur, at hann hoyrdi lítið og einki – um hann fekk nakað við av bønunum.

Ikki eitt orð.

Men hann var har kortini. Hann søkti samfelagið við andaligu systkin síni, hóast hann ikki fekk tað stóra burturúr sjálvur.

Hetta er trúfesti.

Eg lærdi hendan dagin, at samkoman handlar ikki um meg. Hon handlar ikki um, hvat eg fái burturúr av at fara á møti.

Tað handlar um at koma saman við andaligum brøðrum og systrum og stuðla tí verki, sum Gud ger á einum staði.

Seinasta møti
Seinast eg hitti Abban var fyri einum góðum mánaði síðan. Vit fýra – konan, eg og børnini – vóru á gátt á Ellisheiminum og vitjaðu.

Tað var altíð gott og áhugavert at vitja Abban. Har var altíð okkurt áhugavert at frætta úr lívinum hjá honum.

Men hendan dagin var hann øðrvísi. Hann longdist eftir konu sínari Aslaug, sum flutti heim til Harran í september í fjør.

Einsemi – eg veit ikki um tað er nóg sterkt til at dekka kensluna, tá eins hjúnafelagi gjøgnum 71 ár er farin heim – nívdi hann.

Í Hebreararbrævinum lesa vit,

”Latið tí eisini okkum, táið vit hava so stórt skýggj av vitnum rundan um okkum, leggja av okkum alt tað, ið tyngir, og syndina, sum hongur so føst í okkum, og við toli renna skeiðið, ið okkum er fyrisett, havandi eyguni vend á Jesus, upphavsmann og fullkomara trúarinnar, sum fyri gleðina, ið fyri Honum lá, tolin leið á krossi og legði einki í vanæruna – og situr nú við høgri síðu hásætis Guds. ”

Í dag hugsi eg um hetta skýggi av vitnum. Fyri meg virkar tað øgiliga óítøkiligt, hvørji hesi eru, sum fylgja mær, meðan eg renna tað skeiðið, sum førir inn til ævinleikan.

Men so var ikki hjá Abbanum.

Hann kendi nógv teirra. Konu sína. Beiggjar og systrar av Rananum, sum høvdu sett sítt álit á Harran. Vinfólk og kenningar. Systrar og brøður í samkomuni Salem, ið eru farin undan honum.

Tey eru nógv, sum eru farin áðrenn hann. Tað er kostnaðurin av einum longum lívi. Tú ert tann einasti eftir, og sjálvt tey næstu ættarliðini fara áðrenn ein.

Men nú slapp hann heim til teirra. Nú legst hann aftrat skíggjunum av vitnum, sum fylgja okkum her á fold.

Loksins er hann heima í hásætinum hjá Jesusi, sum hann setti sítt álit á sum ungur.

Abbun, eg unni tær at sleppa heim til teirra, og eri Gudi takksamur fyri, at eg slapp at behalda teg so leingi her á fold.

Inntil vit síggjast aftur heima í dýrdini.

Hallur

P.S. Myndin er seinasta myndin eg havi av Abbanum. Hon er tikin eina løtu í august, tá hann og yngsti limurin í Rana-familjuni, tá 8 mánaðir gamli Hákun, fingu eitt prát um lívsins loyndarmál

[object Object]

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 25. september 2021

57 Leygardagur 25. september 2021

Konfirmantar í Hoyvíkar kirkju sunnudagin

--

 
SkrivaÐ:

-

Sunnudagin 26. september 2021 kl. 11

Prestur: Theodor Eli Dam Olsen

Brá Zakariasardóttir, Ólivantsgøta 17, 188 Hoyvík. Dagurin verður hildin í heima. Øll eru hjartaliga vælkomin frá kl. 16.

Halla Morgan Ejdesgaard, Olgarsgøta 8, 188 Hoyvík. Opið hús frá kl.17.

Ivaana Fríðheim Mortensen, Inni á Fløtum 9, 180 Kaldbak. Opið hús frá kl 16.

Lív Arge Hentze, Gundadalsvegur 28, 100 Tórshavn. Dagurin verður hildin í kantinuni á Posta, Óðinshædd 2. Øll eru hjartaliga vælkomin frá kl. 16.

Marta Agnarsdóttir Højgaard, Jóansgøta 29, 188 Hoyvík. Opið hús frá kl. 16.

Ró Sunadóttir Fjallsbak, Við Myllutjørn 9, 188 Hoyvík. Opið hús frá kl. 17.

Saranja Mouritsen, Sivjugøta 11, 188 Hoyvík. Dagurin verður hildin í matstovuni í Hoyvíkshøllini. Øll eru hjartaliga vælkomin frá kl.17.

Sára Berg á Lag, Hvítanesvegur 15, 188 Hoyvík. Øll eru hjartaliga vælkomin í hølunum hjá Føroya Arbeiðarafelagi frá kl. 17.

Turið Funding Juul, Lýðarsvegur 18, 188 Hoyvík. Øll eru hjartaliga vælkomin frá kl. 17.

Gutti Heinason, Mannbrekka 7, 188 Hoyvík. Opið hús frá kl. 17. Øll eru hjartaliga vælkomin.

Hóri Hemmingsson, Millum Gilja 111, 188 Hoyvík. Fermingarhugnin verður hildin í hølunum hjá Argja Róðrarfelag. Øll eru hjartaliga vælkomin frá kl. 17.

Jákup Egholm, Oman Hoydalar 8, 188 Hoyvík. Dagurin verður verður hildin heima. Øll eru hjartaliga vælkomin frá kl. 17.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 20. september 2021

58 Leygardagur 25. september 2021

Konfirmantar í Kirkjubøar kirkju sunnudagin

-

 
SkrivaÐ:

-

Konfirmatión verður í Kirkjubøar kirkju 26. september kl. 11. Prestur er Derhard Jógvansson.

Markus Bjarnason, undir Borgarhálsi 37, Velbastaður. Dagurin verður hildin frá klokkan 17.

Ranja Katrina Halsdóttir Djurhuus, undir Borgarhálsi 34, Velbastaður. Dagurin verður hildin í felagshúsinum hjá Føroya ríðingarfelag frá klokkan 14.



Greinin varð fyrstu ferð løgd út 21. september 2021