Lat aftur Yvirlit list articles in edition

Leygardagur 09. oktober 2021 | Nr. 41 | Árgangur 2 | Kr. 0,00

Heimloysi sorlaði familjuna

SíÐa 2

1 Leygardagur 09. oktober 2021

Góðan lesihug og gott Vikuskifti

Nýggj útgáva hvønn leygarmorgun kl. 7

Oddagrein

Heimloysi – ein politisk avbjóðing

Tað eigur ikki at vera nøkur skomm at gerast heimleysur. Tað kann henda fyri ein og hvønn, at koma í slíka óhepna støðu.

Tí er tað eisini ein politiskt avbjóðing at kunna taka sær av fólkum, sum koma í henda trupulleika.

Í blaðnum í dag lýsa vit íbúðarstøðuna og íbúðarneyðina, sum hon er í Føroyum í dag. Eitt nú við at fortelja søguna í eina mammu, sum er komin í henda trupulleika. Hvørjar orsøkirnar eru til, at fólk enda í slíkari støðuni, kunnu vera so mangar, og í veruleikanum eru tær óviðkomandi, tí tað er ein sannroynd, at tað eru fólk, sum koma so illa fyri, at tey ikki megna at finna eitt stað at búgva í uttan at onnur traðka til og hjálpa.

Trotið á tilboðum til slík fólk er ein kendur trupulleiki. Svárari er at hoyra søguna um, at persónar verða útihýstir frá møguleikanum at fáa fígging til at keypa sær egna íbúð eisini.

At samfelagið á henda hátt sendir fólk – í hesum føri mammur og børn – út á gøtuna við klæðsekkinum, eigur ikki at verða góðtikið. Og vit kunnu ikki gera annað enn at takka teimum persónum og felagsskapum, sum hóast alt traðka til í hesum førum, tá tilboðini frá vælferðarsamfelagum ikki røkka.

Loysnin á hesum trupulleika kann vera ring at fáa eyga á. Men søgan um mammuna, sum í áravís hevur upplivað at verða sett út á gøtuna við jøvnum millumbilum, sigur okkum í hvussu so er somikið, at neyðugt er hjá kommunalum og sosialum myndugleikum at hava býli standandi klár til at lofta slíkum fólkum.

Tí ikki fyrr enn myndugleikarnir av álvara taka avbjóðingina upp á seg, verður støðið á býlunum til tey, sum eru ringast fyri, hækkað so mikið, at tað líkist mannavirðiligum umstøðum.

Tað skal ikki góðtakast, at kensuleysir húsaspekulantar sleppa avstað við at bjóða út og ríka seg upp við býlum, ið eru í so vánaligum standi, at onnur ikki eingang vildu brúkt tey til kríatúr.

SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

  • Blaðið

    Stovnað 2020

    Útgevari: Knassar

    Upplag: 6774

    Lisnar síður: 19132

    Dagført 10. hvørt sekund
  • Samband

    tel. 20 80 80

    [email protected]



    Ingi Samuelsen

    Redaktørur

    [email protected]

    tel. 22 22 73


  • Borgar Kristiansen

    Lýsingarráðgevi

    [email protected]

    tel. 23 66 01

2
Leygardagur 09. oktober 2021

Heimloysi sorlaði familjuna

BÚSTAÐARTROT: Meðan íbúðin hjá Sólmai Danielsen og hennara børnum varð umvæld, var hon biðin um at fara seks vikur á Herbergið at búgva við børnunum, sum tó gjørdist til fimm mánaðir, tí íbúðin ikki varð klár til tíðina. Óvissa støðan og vánaligu bústaðarviðurskiftini eru farin illa við familjuni

(Skíggjamynd: KvF)
SkrivaÐ:

Kári Mikkelsen, punktum.fo

- Alt gott um Herbergið, ið er so nógv betri bústaður enn so nógvar aðrir, sum eg havi leigað.

Soleiðis sigur Sólmai Danielsen í sambandi við, at hon og familja hennara hava havt sera ótrygg bústaðarviðurskifti seinnu árini og einaferð máttu taka til takka við at búgva á Herberginum.

Hon leggur dent á, at øll á Herberginum vóru sera fitt við tey, men Frelsunarherurin í Noregi gjørdi vart við, at tey ikki vóru rætti málbólkurin, so tey máttu sjálvandi á dyr aftur.

Sólmai sigur, at hon ringdi tvær ferðir um vikuna eftir svari viðvíkjandi lovaðu íbúðini. Tann dagin, familjan skuldi vera út av Herberginum, var arbeiðið upp á íbúðina ikki so frægt sum byrjað.  

- Eingin neyðloysn var í eygsjón, men um so var, at vit sótu á gøtuni um kvøldið, kundi eg biðja Barnaverndartænastuna taka sær av mínum yngra barni. Hetta var tað einasta tilboðið gjøgnum alla hesa tíðina, sum eg fekk, tá eg rykti eftir svari. Í flestu førum svaraði eingin mínum telefonuppringingum, teldupostum, sms- ella messengerboðum. Tó var ein eingil av eini kvinnu á kommununi, sum segði, at um vit einki annað funnu, kundu vit koma heim til hennara. Hon ringdi tó aftur um kvøldið og segði, at hon hevði fingið eitt fyrbils stað til okkum í tvær vikur í Berjabrekku og so í kvøldskúlanum eina mánaða, har tað bleiv til meira enn eitt ár.

---

Tema um bústaðartrot


Blaðið Vikuskifti fer í tveimum útgávum at viðgera bústaðarmarknaðin og serliga bústaðartrotið, ið er vaksið nógv seinnu árini. Ikki minst eftir stóru tilflytingina og harvið stóra fólkavøksturin, sum vit hava upplivað í Føroyum seinastu seks-sjey árini.

---

Almannaverkið kom eisini inn í myndina, har tey ringdu oman á sosialu deild í kommununi og gjørdu vart við, at vit skuldu hava eitt tilboð sama dag og beinanvegin. Tað lovaði málsviðgerin á sosialu deild skuldi henda. Her kom familjan tó at búgva í meira enn eitt ár undir vánaligum umstøðum, og skilið var tí ringt.

- Har var sjáldan streymur, og á jólum var eingin hiti, tí fatur fekst ikki á nøkrum at koma og fáa tað í rættlag. Ikki nokk við tí, har var eingin køkur, einki ruskstativ, eingin postkassi, eingir møblar, ein vaskimaskina, sum lak út á gólvið, og eingin møguleiki at turka klæðir. Eg kundi ikki skráseta okkum at vera til, og vit fingu tí eingi valkort, og á tann hátt kundu vit heldur ikki gera okkum galdandi við okkara vallutøku. Møguligt var heldur ikki at skráseta mítt yngra barn til fólkaskúla, og læknaviðgerð kundi ikki skipast ómakaleyst og uttan serloyvi, sigur Sólmai Danielsen.

[object Object]
Í fimm mánaðar var Herbergið í Havn heimið hjá Sólmai Danielsen og børnum hennara

Ákærd sum “húsbesettari”

Víðari greiðir Sólmai hon frá, at 6. mars 2020 fekk hon boð um at møta í rættinum, tí hon av kommununi varð mett at vera “húsbesettari,” tí tey framvegis búðu í kvøldskúlabygninginum hjá kommununi.

- Eg møtti í rættinum, tí eg vildi fegin hava orð á kommununa. Viðheft í ákæruritinum var avrit av leigusáttmálum til tvær smáar, men ikki serliga familjuvinarligar íbúðir, sum eg kundi velja ímillum. Eg undirskrivaði sáttmálan til aðra íbúðina og tók avrit av honum, so eg ikki enn einaferð varð kallað lygnari. Stutt eftir fekk eg boð um, at tey ikki høvdu móttikið mína undirskrivt, áðrenn freistin var úti.

Ikki nóg mikið við hesum. Fleiri ferðir fekk Sólmai bjóðað íbúð frá kommununi, men fann so útav, at har vóru fólk flutt inn frammanundan. Eisini í tær báðar smáu íbúðirnar, har hon annars hevði fingið leigusáttmála til aðra. Hon býr nú í aðrari av smáu íbúðunum, men ikki teirri, sum hon fekk lovað.

- Advokatarnir, sum eg ráðførdi meg við, søgdu, at eg hevði rætt til at fáa íbúð og fekk tí lykil handaðan. Eg tordi ikki at siga fyri børnunum, at eg nú hevði ein undirskrivaðan sáttmála, tí so kanska tey enn einaferð upplivdu eitt vónbrot um, at hesi lyfti ikki vórðu hildin.

Seks dagar eftir hetta fór Barnaverndartænastan inn í skúlan eftir yngra barninum hjá Sólmai.

- Tey ringdu til mín og søgdu, at eg ikki slapp at siga farvæl. Eg flutti tí inn í íbúðina uttan mína familju, men nú kundi eg fáa okkara innbúgv og ting aftur úr goymsluni. Nýggir møblar vórðu keyptir, so hvørt eg fekk innrættað íbúðina í míni frítíð. Í eitt ár havi eg gjørt vart við mýs, hol í múrverkinum og soppavøkstur í fleiri rúmum, sum hava oyðilagt mínar nýggju møblar. Vindeygakarmarnir eru úr ómálaðum masonit og kunnu tí ikki haldast reinir. Kloakkskipanin virkar illa, og summar dagar rennur yvir og út um alt túnið, og her er eingin vatnslanga at spula illa luktandi túnið við. Tekjan lekur, og úthurðin kann ikka latast heilt upp, sigur Sólmai Danielsen, sum vísir á, at bústaðurin á ongan hátt er hann, ið hon fekk lovað, og sum stóð í leigusáttmálanum.

- Míni børn eru framvegis heimleys, og alt eg ynskti var at geva teimum eitt heim. Hendan støðan við heimloysi hevur beinleiðis sorlað okkara familju.

Eingin hjálp at fáa nakrastaðni

Sólmai Danielsen vísir á, at hon fegin vildi havt keypt sær ein bústað, men fær ikki lán, hóast hon í fleiri ár hevur átt nóg mikið av peningi til tað, sum bankin krevur fyri at veita lán.

- Í bankanum siga tey seg ivast í, um eg megni at gjalda eitt lán aftur, hóast avdrátturin er meira enn helmingin minni enn tað, sum bankin sær, at eg hvønn mánaða rindi í leigu og øðrum avgjøldum longu nú.

Sólmai heldur, at tað at gjalda fyri eina slíka vánaliga støðu er í sær sjálvum syrgiliga láturligt.

- Eg hevði so ikki viljað goldið meira, enn eg geri, men tað ráði eg sjálvandi ikki yvir. Leiguprísurin varð settur upp millum tann fyrsta og tann seinna sáttmálan, sum longu var í sama mánaða, ið fyrsti leiguprísurin varð ásettur. Eg havi sagt frá, men havi enn einki svar fingið. Klagur í slíkum málum til Løgtingsins Umboðsmann vera ikki tiknar upp sum eitt mál har. Heldur ikki leigunevndin sigur seg kunna fara inn í kommunal mál. Ein advokatur hevur verið inni og fingið lovað, at alt skuldi vera í lagi 14 dagar eftir innflyting, so tað er ikki bara eg, sum verði fylt við oyragassi frá kommununi.

Einliga mamman í Havn vísir á, at hon hevur roynt alt, sum er komið henni til hugs fyri at bøta um støðuna.

- Eg havi tosað við allar bankar, men fái ikki húsalán. Eg havi kannað fráflyting, men tað bar ikki til, tá einki annað er at fara í. Vit hava roynt leigumál á bygd, sum heldur ikki bar til. Somuleiðis í høvuðsstanum, og tað endaði á sama hátt. Vit hava “sofakrasja,” og tað bar sjálvandi heldur ikki til í longdini. Vit hava búð á herbergi, airbnb, einum gólvi, eini skrivstovu, sovið á átta luftmadrassum, sum eru kaldar og bresta, tí tær bert eru gjørdar til vikuskiftishvíld. Eg kenni ikki aðrar møguleikar.

Sólmai Danielsen vísir á, at hjálpin frá skipanini ikki finst.

- Ironiskt nokk er tað at standa í eini støðu sum okkara ikki líka trupult, sum tað er at greiða myndugleikunum frá umaftur og umaftur um ein grundleggjandi ella basalan tørv, fyri síðan at fara avstað við dundrandi høvuðpínu yvir enn eitt tápuligt og avvísandi svar. Politikkarar seta seg ikki í samband við heimleys, og heimleys eru ikki bara tey, sum síggjast í Steinatúni. Skipanin vísur seg frá síni ringastu síðu, so leingi børn ikki vera hjálpt at fáa eitt heim saman við síni egnu familju. Børn, ið vera tikin – ið er einasta loysnin, sum myndugleikarnir leggja upp til – og send runt í skipanini, vera á ongan hátt hjálpt, men tvørturímoti avbyrgd frá familju, syskjum og øðrum veruligum umsorganarpersónum. Tað er óhugnaligt og í veruleikanum barnarán á alljósum degi, sigur Sólmai Danielsen.

Tekur eitt ár at detta úr samfelagnum

Niðurstøðan og royndir hennara eru, at familjur, sum mangla okkurt at búgva í, missa síni børn, tí tey fáa at vita, at tey skulu spyrja Almannaverkið og kommununa um hjálp.

- Tað er minni strongd at hava eina deyðiliga sjúku, enn at tosa við og fáa nakað burturúr samrøðum við starvsfólk innan tað almenna. Tað tekur neyvt eitt ár at detta heilt burtur úr einum samfelagi. Aftan á tað ert tú ikki skrásettur meira og finst tú ikki longur á pappírinum hjá myndugleikunum, hóast tú stendur og tosar beint frammanfyri starvsfólkunum har. Tú hevur ikki rætt til lækna, skúla, bankakontu og annars alt tað, tú skal skrásetast fyri í einum samfelagi.

Sólmai Danielsen vísir á tað sjálvmótsigandi í, at Føroyar eru heimsmeistarar í at senda neyðhjálp út um landoddarnar, meðan myndugleikarnir her ikki megna at hjálpa egnum borgarum í eini støðu, sum hennara familja er í.

- Her er okkurt ravruskandi galið. Barnabati hjálpur ikki heimleysum børnum við jólahjálp, og vanligt barnaískoyti frá Almannaverkinum verður ikki veitt heimleysum. Hinvegin bjóða vanlig fólk sofur, troyggjur, mat og umsorgan, og vanlig menniskju eru sjálvandi eisini politikkarar og málsviðgerðar. Hóast hetta er tað lættari at tosa um tunlar og aðrar íløgur, enn um at nøkta grundleggjandi, menniskjansligan tørv hjá sínum borgarum, sigur Sólmai Danielsen.

Hon sigur, at tað einasta, hon angrar, er at hon ikki bara gav upp og flutti av landinum.

- Føroyar eru eitt uland viðvíkjandi at taka sær av eitt nú goymslu av flytigóðsi, familjuhjálp, netverkum og sjálvhjálparbólkum innan sosialu skipanina. Lygnir og skeivar viðgerðir frá málsviðgerðum vera hvørki skjalfestir, tíansheldur at tað fær avleiðingar fyri nakað viðgerðarstarvsfólk í skipanini, tá slíkt fer fram. Harafturímóti kann tað enda í einum fongsulsdómi, um tann útsetti tosar alment um vánaliga skilið innan skipanina. Heldur ikki fjórða statsvaldið og almenni miðil okkara torir at fara inn at skapa grundalag fyri einum konstruktivum kjaki um støðuna hjá børnum í Føroyum. Hetta við at lyfta lokið av fyri tí stóru líkasæluni, sum myndugleikarnir vísa mótvegis borgarum, sum enda í eini slíkari støðu ella líknandi støðu sum okkara, endar Sólmai Danielsen samrøðuna við Blaðið Vikuskifti.  

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 09. oktober 2021

3
Leygardagur 09. oktober 2021

Stilli undan stormi

BÚSTAÐARTROT: Tað kann av summum kanska tykjast sum, at støðan á bústaðarmarknaðinum ikki er so ring beint nú, sum hon hevur verið, men roknast kann við, at hetta bara er stilli undan einum komandi stormi. Hetta tí, at koronufarsóttin hevur givið ferðavinnuni eitt rættiligt skot fyri bógvin. Tá alt gerst vanligt aftur, kann roknast við, at eftirspurningurin av álvara fer at taka seg uppaftur, sigur Elin Hentze, ið hevur verið sera virkin í spurninginum um bústaðartrotið. Millum annað við at stovna facebook kjakbólkin “Fjølbroyttari bústaðarmøguleikar í Føroyum,” eins og hon hevur verið við til at stovna áhugafelagið “Búgva”

Elin Hentze hevur í fleiri ár virkað fyri at fáa minkað um bústaðartrotið í Føroyum (Mynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Kári Mikkelsen, punktum.fo

At ferðafólkini hildu seg burtur í fjørsummar og í stóran mun eisini hetta summarið hevur fingið nógvar útleigarar, sum hava leigað sínar íbúðir út til airbnb, at bjóða tær fram á vanliga bústaðarmarknaðinum. Hetta hevur bøtt um bústaðartrotið, men tað kann gerast ein stokkut freist hjá fleiri, sum kunnu verða rend á dyr, nú ferðavinnan er um at koma fyri seg aftur, og tá komandi summar fer at nærkast.

Tað heldur Elin Hentze, sum er sera virkin í royndini at fáa bøtt um støðuna á føroyska bústaðarmarknaðinum.

- Eg veit, at fleiri hava avmarkaða tíð í teimum íbúðunum, sum tey í mongum førum bert hava fingið, tí airbnb-marknaðurin tódnaði orsakað av koronufarsóttini. Hetta er uttan iva ein støða, sum líkist stilli undan stormi, nú dagligdagurin er um at vera vanligur aftur, og vit komandi summar helst fara at síggja stóran streym av ferðafólkum, sum koma hendanvegin umvegis airbnb. Eisini eru tað fleiri arbeiðsgevarar, sum leita eftir íbúðum til síni útlendsku arbeiðsfólk, sigur Elin Hentze.

Hóast ein vissur bati hevur verið at hómað í útboðnum av bústøðum, so er bústaðarmarknaðurin í Føroyum framvegis ógvuliga einstáttaður, heldur Elin Hentze og vísir á, at allar flestu føroyingar enn búgva í sethúsum. Antin sínum egnu, ella til leigu inni hjá øðrum.

- Aðrastaðni hevur tú fleiri møguleikar fyri at keypa og leiga ein bústað, við eini natúrligari sirkulatión millum bústaðirnar, har tú sum ungur kanska bert hevur brúk fyri einum kamari, síðani eini minni íbúð, og tá familjan er komin, eini størri íbúð ella húsi at búgva í. Hetta hava vit als ikki í sama mun í Føroyum. Her búgva til dømis vaksin børn inni hjá foreldrunum. Eisini búgva nógv eldri fólk framvegis í sínum egnu útgoldnu húsum, oftani ímóti egnum ynski, tí húsini skulu haldast, og tað kann vera møtimikið, tá ein eldist. Heldur vildu summi av teimum flutt í eina minni íbúð, um tey høvdu møguleika fyri tí, sigur Elin Hentze.

Ov høgir keyps- og leiguprísir

Ein annar trupulleiki er húsaprísurin, sum í Havn nú er vorðin so høgur, at ungar familjur við ongari uppsparing lítlan og ongan møguleika hava at bjóða seg fram sum keyparar. Hetta tí tey ikki fáa fígging og heldur ikki hava ráð at sita í so dýrum húsum. Íbúðirnar til keyps á marknaðinum eru eisini ov dýrar hjá mongum, og tað sama eru leiguprísirnir.

- Eisini eru aðrir trupulleikar, ið summi hava at dragast við. Nevniliga góðskan av privatum leiguíbúðum, sum í ávísum førum er vánalig ella ivasom. Leigararnir tora ofta illa at siga frá í ótta fyri at verða blakaði á dyr av útleigaranum, sum sostatt hevur buktina og báðar endar og lítla og onga orsøk hevur at bøta um íbúðina. Hetta kann vera ein stórur trupulleiki hjá summum familjum. Serliga har sjúka kemur uppí, og fólk ikki tola eitt nú fukt og annað, sum stendst av eini íbúð í vánaligum standi, sigur Elin Hentze.

---

Tema um bústaðartrot


Blaðið Vikuskifti fer í tveimum útgávum at viðgera bústaðarmarknaðin og serliga bústaðartrotið, ið er vaksið nógv seinnu árini. Ikki minst eftir stóru tilflytingina og harvið stóra fólkavøksturin, sum vit hava upplivað í Føroyum seinastu seks-sjey árini.

---

Ein triði trupulleiki, ið nú hevur stungið seg upp, er negativa innlánsrentan, ið fólk við peningi á kontuni skulu gjalda. Fyri tey loysir tað seg betri at gera íløgur í fastogn, og sostatt gerast tey ein kappingarneyti hjá teimum, sum ongan bústað eiga.

Sambært Elini Hentze er tíðin nú komin til at seta okkurt slag av gjaldi á, tá fólk eiga meira enn tvey hús, har kanska annað er summarhús, meðan tað triðja húsið ella íbúðin og haðani frá, eyðsýniliga verður keypt við vinningi fyri eyga.

- Í slíkum førum er eisini talan um munandi sterkari keyparar, sum altíð hava møguleika fyri at bjóða hægri, og harvið lættast kunnu ogna sær bústaðin enn til dømis ein ung familja. Tí átti okkurt slag av brúksgjaldi, ella møguliga ognarskattur, at verið lagt á ogn nummar trý og uppeftir. Ein annar møguleiki er bústaðarskylda. 

[object Object]
Tað er vaksandi áhugi fyri at búgva í búfelagsskapum, har hvør familja hevur sína egnu íbúð, og har allar familjurnar í búfelagsskapinum hava ymisk felags høli og øki at savnast í. Slíkir búfelagsskapir kunnu vera fyri ymiskar aldursbólkar og ikki minst eldri. Eitt dømi um slíkan búfelagsskap er Augusthaven í Næstved. Á myndini sæst innilokaða torgið, sum íbúðirnar eru bygdar rundan um

Útboðið má økjast

Elin Hentze heldur ikki, at politikkarar hava gjørt útlitini betri fyri, at støðan kann batna viðvíkjandi prísunum á leigubústaðarmarknaðinum. Við at tvinga Bústaðir at byggja saman við privatum, verður tað sjálvandi vinningurin hjá teimum privatu, sum skal fáast burtur úr teirra íløgum, ið fer at stýra gongdini fyri slíkar verkætlanir.

- Tað sigur seg sjálvt, at leigan tá gerst dýrari, óansæð um talan er um almenna ella privata leigu. Hetta er ógvuliga harmiligt og eigur at verða broytt aftur. Almennir leigubústaðir eiga ikki at geva yvirskot, og tá íløgurnar í almennar leigubústaðir eru goldnar, eigur leiguinntøkan framhaldandi bert at fara til rakstur, ábøtur á ognirnar, og møguliga til at lækka leiguna.

Hvat átti at verið gjørt fyri at minka um íbúðarneyðina?

- Útboðið má økjast, bæði tá ræður um keyp og leigu. Fyri almennar leiguíbúðir skal ikki vera krav um avkast, so fólk við lágum og miðalinntøkum fáa ein møguleika fyri at tryggja sær tak yvir høvdið. Tað skal ikki vera lokkandi hjá fólki, sum eiga bæði eitt og tvey hús at ogna sær tað triðja og meira enn tað. Privatir byggiharrar skulu sjálvandi hava møguleika fyri at vera við, bæði á leigu-, luta- og eigaramarknaðinum, men tað mest upplagda er, at teir byggja við sølu fyri eyga. Serliga bíligari alternativ til sethús, meðan Bústaðir byggir leigubústaðir.

Eiga at endurstovna ein húsalánsgrunn

Gera landið og kommunurnar ov lítið fyri at loysa hendan trupulleikan, ella duga myndugleikarnir ov illa at handfara avbjóðingina við bústaðartrotinum?

- Nakað verður gjørt, men tað munar ov lítið enn. So leingi vit hava negativar innlánsrentur, og møguleikin fyri at keypa sær fleiri hús ella íbúðir er til staðar, uttan at hetta skal kosta keyparanum nakað, so fer hetta altíð at herða kappingina um bústaðirnar, ið eru til sølu. Hetta má politiska skipanin gera nakað við. Eisini haldi eg, at tað politiskt eigur av vera umhugsað aftur at seta á stovn ein húsalánsgrunn, sum kann bøta um fíggingarmøguleikarnar hjá teimum, ið standa og mangla ein bústað, sum tey ynskja at keypa. Politisku myndugleikarnir áttu eisini at arbeitt meiri fyri, at tað verða bygdar fleiri almennar leiguíbúðir. Hetta kann bæði vera gjøgnum Bústaðir og gjøgnum kommunal bústaðarfeløg. Harumframt er tørvur á nógv fleiri íbúðum til keyps, til ymiskar málbólkar. Ung, miðaldrandi, eldri, støk og pør.

- Til dømis er ein vaksandi tørvur á íbúðarbygging til fólk, sum eru 60 ár og eldri. Á tann hátt fingu tey møguleika fyri at selja síni hús, sum í nógvum førum eru alt ov stór og tung at halda, til eitt nú barnafamilur, ið hava brúk fyri meira plássi. Hetta hevði eisini havt tann síðuvinningin, at tey eldru lættari kundu komið í samband við onnur eldri, sum nógv ganga við einum dreymi um.

Tørvur á nýhugsan

Elin Hentze vísir á dømir um íbúðarbyggingar til eldri uttanlands, ið hava felags hølir, og sum leggja upp til felags virksemi av ymsum slag. Slíkir bústaðarfelagsskapir kunnu fyribyrgja einsemi og enntá byrgja upp fyri tørvinum á ellisheimsplássum.

- Hesin bústaðarformurin er sjálvandi eisini væl egnaður til blandaðar aldursbólkar. Og tað eru nógv, sum droyma um at búgva á slíkan hátt. Eisini í Føroyum, har áhugin fyri hesum bústaðarhátti er vaksandi. 

[object Object]
Tað ber í nógvum førum til at fáa meira burtur úr grundøkjunum við at byggja fleiri búeindir á grundstykkini. Hesir bústaðarbygningarnir ovast við Dalavegin í Havn hýsa 12 búeindum í staðin fyri tveimum sethúsum, sum grundøkið upprunaliga var ætlað til

Sambært Elini Hentze er tó ymiskt at fegnast um á bústaðarøkinum í Føroyum, tí talið av íbúðum er vaksið seinnu árini, og útboðið av grundøkjum er økt. Enn er tó ikki komið á mál, og keyps- og leiguprísirnar má man gera nakað munagott við sum skjótast. Eisini er framvegis tørvur á nýhugsan, og umframt at fáa búfelagsskapir til Føroya, so eigur eisini at verða arbeitt við at fáa fleiri búeindir á hvørt grundstykki.

Elin Hentze leggur at enda dent á, at tá hon úttalar seg, so eru hetta hennara egnu sjónarmið, og ikki umboð fyri, hvat allir limirnir í Búgva neyðturviliga meina.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 09. oktober 2021

4
Leygardagur 09. oktober 2021

Húsaprísurin lækkaður eitt vet

BÚSTAÐARMARKNAÐUR: Seinnu árini hevur prísurin á húsum og íbúðum í Føroyum – serliga í miðstaðarøkinum – bert havt eina kós, og tað er beint uppeftir. Orsøkirnar eru økt trýst á bústaðarmarknaðin, har eftirspurningurin er størri enn útboðið, tilflyting av ungdómi við hægri útbúgvingum, góðar tíðir sum heild, lág renta og góðir lánimøguleikar. Nú sær út til, at prísvøksturin fyribils er steðgaður og gongur eitt vet niður eftir aftur

Tøl hjá Betri Heim vísa, at bústaðarprísurin í øðrum ársfjórðingi í ár er lækkaður eitt vet í mun til fyrsta ársfjórðing (Mynd: Ólavur Frederiksen)
SkrivaÐ:

Kári Mikkelsen, punktum.fo

Tað sigur seg nærum sjálvt, at tá eftirspurningurin á eini vøru er størri enn útboðið, so er tann fyrsta avleiðingin, at prísurin hækkar. Soleiðis er eisini á bústaðarmarknaðinum, har stóri fólkavøksturin seinnu árini hevur lagt stórt trýst á bústaðarprísirnar, tí so mong ynskja at útvega sær eini hús ella íbúð at búgva í.

Orsøkirnar til hækkandi prísirnar eru eyðsýndir. Fólkavøksturin hevur verið stórur seinastu árini, har nógvar ungar familjur við hægri útbúgvinum eru fluttar heim, tíðarnir eru góðar, rentan er lág og lánimøguleikarnir góðir. So hvørt rentan er lækkað og lánimøguleikarnir øktir, er prísurin hækkaður.

- Fleiri keyparar eru til hvørja ogn, og størri kapping er tí um ognirnar. Hetta merkir, at ognir javnan verða seldar oman fyri prísuppskotið, sigur Kára á Dunga, stjóri í Betri Heim.

Okkurt kundi týtt uppá, at prísurin hevur rakt eitt loft, tí hann í øðrum ársfjórðingi í ár – samanborið við fyrstu tríggjar mánaðarnar í árinum – er lækkaður eitt vet um alt landið.

- Hóast tað enn er ov tíðliga at siga nakað við vissu, so kann tað vera, at prísurin er í ferð við at javna seg. Ein onnur orsøk kann vera, at tað eru seldar fleiri eldri ognir í øðrum ársfjórðingi, meðan triðja orsøkin kann vera bústaðarbyrðan, ið lýsir, hvussu stórur partur av nettoinntøkuni fer til at fíggja ein bústað. Hendan byrðan er vorðin tyngri seinnu árni. Serliga eru tað vaksandi bústaðarprísirnir, sum eru orsøkin til tungu bústaðarbyrðuna, sigur stjórin í Betri Heim.

Eisini dýrt at byggja
Spurd um, hvørt Eysturoyartunnilin hevur havt nakra ávirkan á prísin, sigur Kára á Dunga:

- Tunnilin knýtir Føroyar tættari saman og hevur viðvirkað til, at prísurin við Skálafjørðin og í Eysturoy er hækkaður. Eisini sæst príshækking aðrastaðni í Eysturoynni og í Norðoyggjum. Hetta hevur so við sær, at fólk, ið hava tilknýti til bygdir og býir uttan fyri høvuðsstaðin, hava lættari við at búseta seg í teimum økjunum, tá tey flyta heim eftir lokna útbúgving. Onnur, sum ikki hava keypiorku í høvuðsstaðnum, keypa uttan fyri høvuðsstaðin ella eina íbúð fyrst. Hinvegin, so vilja fólk altíð búseta seg so tætt arbeiðsplássinum, sum til ber. Hetta ger, at eftirspurningurin í høvuðsstaðnum framvegis er størri. Annars líkist mynstrið í Føroyum teimum í londunum kring okkum.

Hvussu sært tú annars fyri tær, at prísgongdin fer at vera komandi árini?

- Tað er Ilt at spáa um, tí hetta veldst um rentustøði, útboð og eftirspurning, tilflyting, íbúðarbygging, grundstykkjaútstykkingar, bústaðarbyrðu og so framvegis.

Nógv íbúðarbygging og nógvar útstykkingar eru í gongd. Er tað nóg mikið til at forða fyri uppaftur hægri prísum, ella røkkur tað ikki til at nøkta eftirspurningin?

- Í løtuni verður eftirspurningurin ikki nøktaður. Annars er tað ilt at spáa um, hvussu gongdin fer at vera. Tað er ikki óhugsandi, at tess fleiri eindir verða bygdar við sølu ella leigu fyri eygað, við tíðini fer at ávirka prísin.

Kára á Dunga heldur tað vera áhugavert at síggja, hvussu nógv høgi húsaprísurin fyllir millum manna, meðan eingin tosar um kostnaðin at byggja og liva í Føroyum.

Stjórin í Betri Heim vísir á, at í nøkrum førum er tað dýrari at byggja – herundir at ogna sær grundstykki – at gera tað byggiklárt og fáa húsini upp. Hetta hevur hon roynt at nevnt nakrar ferðir, men tað tykist ikki eins áhugavert, sum kjakið um húsaprísin.

 

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 09. oktober 2021

5

Størv

Landmátingsteknikari til Munin

Meira Umsóknarfreist: 10. desember 2024

Seniorrådgivare till Generalsekreterarens kontor vid Nordiska ministerrådets sekretariat i Köpenhamn

Meira Umsóknarfreist: 15. desember 2024

Tangabilførari til Effo

Meira Umsóknarfreist: 15. desember 2024

Deildarleiðari til heimatænastuna í Roðanum

Meira Umsóknarfreist: 15. desember 2024

Tekniskur leiðari til Strandfaraskip Landsins

Meira Umsóknarfreist: 15. desember 2024

Musikkskúlaskipanin søkir eftir lærara

Meira Umsóknarfreist: 19. desember 2024

Mekanikari ella smiðjur til Stórbilar

Meira Umsóknarfreist:

Kundaráðgevi til Betri Pensjón

Meira Umsóknarfreist: 05. januar 2025

Djóralækni

Meira Umsóknarfreist: 08. desember 2024

Lastbilsmekanikara-lærlingur til Stórbilar

Meira Umsóknarfreist: 06. desember 2024

Deildarleiðari til Eldrasambýlið í Kollafirði

Meira Umsóknarfreist: 06. desember 2024

Samskiftisráðgevi til Vinnuhúsið

Meira Umsóknarfreist: 16. desember 2024
6
Leygardagur 09. oktober 2021

Stór tilflyting stóra ávirkan á prísin

BÚSTAÐARMARKNAÐUR: Frá at hava ligið á umleið 48.000 fólkum í 2014-15, eru vit farin upp um 53.000 fólk í Føroyum. Tað sigur seg sjálvt, at so stór tilflyting yvir so stutta tíð, má fáa ávirkan á bústaðarprísirnar. Harafturat er arbeiðsloysið lágt, og fleiri gera íløgur í fastogn, nú góðir møguleikar eru at leiga út. Bæði til føroyingar og ferðafólk, sigur stjórin í Skyn, Petur Mohr Niclasen.

Eysturoyartunnilin hevur økt um eftirspurningin og prísum á húsum við Skálafjørðin (Savnsmynd: Ólavur Frederiksen )
SkrivaÐ:

Kári Mikkelsen, punktum.fo

Tað eru fleiri orsøkir til hækkandi bústaðarprísirnar. Stóra tilflytingin hevur sjálvandi stóra ávirkan, har vit seinastu árini eru farin frá at liggja um 48.000 íbúgvar til nú at vera farin upp um 53.000 innan bert seks-sjey ár. Hetta vísir stjórin í Skyn, Petur Mohr Niclasen, á í eini samrøðu við Blaðið Vikuskifti. Hann peikar somuleiðis á lága arbeiðsloysið, og at alsamt fleiri føroyingar gera íløgur í fastogn, tí møguleikarnir at leiga út eru av teimum bestu.

- Nógv síggja hetta sum eina góða íløgu. Bæði í meginøkinum, men eisini á bygd, har fleiri summarhús eru seld fyri høgan prís. Eisini eru nakrir útlendskir keyparar, hóast teir enn eru fáir, sigur stjórin í Skyn.

Spurdur um, hvussu hetta hevur ávirkað bústaðarmarknaðin, sigur Petur Mohr Niclasen:

- Vit hava í dag ein stóran eftirspurning at kalla yvir alt landið, har marknaðurin ikki hevur megnað at nøkta tørvin á bústøðum. Hetta hevur so eisini havt við sær, at prísurin er hækkaður, og í nógvum førum er hann tvífaldaður ella meira. Tað er eingin ivi um, at stóra tilflytingin er ein høvuðsorsøk til stóru príshækkingarnar, tí tá fleiri flyta í mun til tað, sum verður bygt, skapar hetta ein øktan eftirspurning. Stórur eftirspurningur og ov lítið útboð elvir sjálvandi til príshækking, sigur stjórin í Skyn.

Hann vísir somuleiðis til góðu tíðirnar, sum vit liva í, har nærum øll hava arbeiði og sostatt eisini møguleika fyri at fáa lán.

- Hetta merkir, at tað eru fleiri keyparar til ognirnar, sum eru til sølu. Tað skapar ein størri eftirspurning, ið ber í sær, at marknaðarprísurin hækkar.

Íbúðarprísurin fer framvegis at hækka

Hevur prísurin rakt eitt loft nú, ella skulu vit rokna við framhaldandi hækkingum á bústøðum?
- Tað veldst um, hvussu gongdin við tilfyting verður, um arbeiðsloysið veksur, og um rentustøðið broytist. Vit hava júst sæð, at rentan á realkreditlánum í Danmark er hækkað. Í løtuni er tó einki, sum týðir á, at prísirnir eru lækkandi, men kanska vit fara at síggja eina javning. Serliga um vit fáa eitt økt útboð av bústøðum, ið nógv hevur verið tosað um seinastu tíðina. Eg rokni tó við, at serliga prísirnir fyri eigaraíbúðir framvegis fer at hækka. 

Á hvønn hátt hevur Eysturoyartunnilin ávirkað bústaðarmarknaðin?
- Tunnilin hevur økt um eftirspurningin og hækkað prísin á ognum við Skálafjørðin. Fleiri og fleiri hugsa seg gjøllari um nú, áðrenn tey keypa hús í Havn, tí møguleiki er fyri at finna eini líknandi hús fyri eina minni upphædd hinumegin tunnilin. 

Hvussu ávirkar hetta prísin ávikavist í høvuðsstaðarøkinum og við Skálafjørðin?
- Á Skálafjørðinum er prísurin so at siga tvífaldaður, meðan hetta fyri Havnina hevur havt eina tálmandi ávirkan, tí júst fleiri velja at keypa eini lutfalsliga bíligari hús tí megin tunnilin.

Nógv íbúðarbygging og nógvar útstykkingar eru í gongd. Er tað nóg mikið at forða fyri uppaftur hægri prísum, ella røkkur tað ikki í mun til eftirspurningin?
- Í løtuni síggja vit, at tað enn er stórur eftirspurningur eftir øllum sløgum av ognum. Tað veri seg grundstykkir, íbúðir, sethús og summarhús. Hetta hóast nógv bygging hevur verið í gongd seinnu árini og framvegis er tað. Tá nógv hundrað fólk standa á bíðilista til at keypa eigaraíbúðir, og prísurin framvegis hevur verið hækkandi í ár, so er í løtuni eingi tekin um, at marknaðurin er mettaður. Í síðsta enda hevur tað sjálvandi eisini týdning, um tilflytingin heldur áfram, og hvussu rentustøðið fer at hátta sær frameftir.

Niðanfyri er ein samanbering av sethúsaprísum fyri 2020 og higartil í 2021 býtt upp á økir. Fyri at hava eitt best møguligt grundarlag undir samanberingini, verður bert hugt eftir húsum, sum í mesta lagi eru 40 ár. Hetta tí, at aldurin á húsum á bygd vanliga er væl hægri enn í Havnini, og tí hava tey tilsvarandi minni virði.


Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

Herundir gongdin á sethúsaprísunum síðan 1985:


Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 09. oktober 2021

7
Leygardagur 09. oktober 2021

Bergen hevur almikið at bjóða

Høvuðsstaðurin á vesturlandinum er bæði hugnaligur og náttúruvakur

Bryggen (Mynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

Mált í kilometrum er nærmasti stórbýur hjá okkum høvuðsbýurin við vesturstrond Noregs, Bergen, við næstan 290.000 íbúgvum.

Í Aberdeen í Skotlandi búgva um 220.000 fólk, men hagar er ikki longur beinleiðis samband loftvegis.

Sostatt er stytsti túrurin úr Føroyum at vitja ein størri bý, túrurin eystur um hav til býin, sum einaferð í søguligari tíð kallaðist Bjørgvin. Tá var helst lutfalsligari tættari samband millum Bjørgvin og Føroyar, enn tað er nú.

Leingi hevur fast flogsamband verið millum Føroyar og Bergen, men nú føroyska tjóðarfelagið fór at flúgva til høvuðsstaðin Oslo í staðin, tók norska ‘innanríkisflogfelagið’ Widerøe av kappingini, og byrjaði við beinleiðis flúgving millum Vága Floghavn og Flesland, smáar 20 kilometrar sunnan fyri Bergen.

Les eisini greinina í seinasta blað: Umstøðurnar í Vágum líkjast Norðurnoreg 

Bergen hevur síðan gamlari tíð verið portrið hjá Noregi vestur í hav, og tí hevur líka frá landnámstíð verið tætt samband millum Føroyar og Bergen.

[object Object]Bryggen

UNESCO-vardur gamal býarpartur

Søgan hjá Bergen sum handilsbýur er long og hendingarrík, og tað kann upplivast tann dagin í dag. Bergen er við hugtakandi søguliga býarpartinum, Bryggen, ein partur av heimsarvslistanum hjá UNESCO, og bara tað, ger staðið til nakað heilt serligt, tá talan er um ferðafólkavinnu.

Eyðkendu og lavskeivu timburhúsini, sum standa lið um lið fram við sjóvarmálan eru eyðkend og hugnalig. Hóast bygningarnir eru gamlir og søguliga varðveitingarverdir, so yðir framvegis av lívi, tí tysjandi handilsbýarlívið er ongantíð støðgað upp her.

[object Object]

Her eru handlar, skrivstovur, skeinki- og matstovur, harav fleiri hava opið langt út á náttina.

Savn bygt oman útgrevsturin

Á formninnissavninum nærhendis, kallað Bryggen Museum, kann søgan upplivast. Útgravingar eru gjørdar, sum avdúka, at Bergen býur gjøgnum søguna er niðurbrendur og uppafturbygdur fleiri ferðir.

Núverandi húsini, sum upprunaliga vórðu bygd av týskum hansakeypmonnum, ið komu til Bergens eftir svartadeyðan, eru frá 1400 talinum. Seinast tað brann ógvusliga her var í 1955, tá ein partur av søguligu húsarøðini fórst.

[object Object]Bryggen Museum

Men hesin eldsbruni varð orsøk til, at ein útgrevstur varð settur í verk, og henda spennandi søgan kann í dag upplivast á savninum, Bryggen Museum. Tann eldsbrunin var eisini orsøk til, at farið varð undir at varðveita tað, sum var eftir av tí gamla Bryggen, sum tá var við at forfarast.

Og í 1979 eydnaðist tað av sannføra UNESCO um, at her er talan um veruligan heimsarv. Hereftir hava bryggjuhúsini verið fremsti magnetur fyri ferðafólk til Bergens.

Avmarkaður miðbýur

Hóast Bergen er ein stórur býur eftir okkara mátistokki, so er Bergen miðbýur rættiliga lítil og avmarkaður, og kann lættliga upplivast meira ella minni til gongu yvir eitt vikuskifti.

Virksemið, bæði tað søguliga og tað handilsliga, er miðsavnað kring Vågen, har Bryggen er við norðurstrondina og vælkenda fiskatorgið innast í vágsbotninum.

Beint uttan fyri Bryggen í innsiglingini til Vågen – har, sum Norrøna plagdi at leggja at – liggur skansin, Bergenshus, sum gjøgnum tíðina hevur vart Bergen móti óynskum gestum sjóvegis.

Her rýkur av søgu. Í víkingatíð stók kirkja her – hon varð seinni rivin niður – har leivdirnar av verndara Bergens, hini heilagu Sunnivá, vóru grivnar undir altarinum. Her var eisini Sverri kongur Sjúrðarson, sum traðkaði sínar barnaskógvar í Kirkjubø, krýndur og grivin.

Nú er økið bara markerað við einum runni, meðan tað stendur ein standmynd fyri Skt. Sunnivá har sum altari einaferð var.

[object Object]

Kongshøllin

Men eitt annað, sum ger Bergenshus eina vitjan verd, er Hákunshøllin. Ein gomul kongshøll frá 1200 talinum, sum einaferð forfall, men sum undan næstseinasta aldarskifti varð bygd uppaftur fyri síðan at verða rakt av ógvusligari spreinging undir øðrum heimsbardaga, tá eitt skip fór í luftina á Vágni beint uttan fyri skansan.

[object Object]

[object Object]Hákunshøllin (Mynd: Sverri Egholm)

Hugtakandi bygningsverk, og sum føroyingur undrast ein yvir, at slíkt ikki verður gjørt við líknandi leivdir í Føroyum – her verður sjálvandi hugsað um múrin í Kirkjubø. Håkonshallen er ikki einasta slíka bygningsverk í Noregi, sum føroyingar kundi hugt eftir, um vilji var at gera gagn av múrinum heldur enn at ómaka sær við at varðveita hann sum eitt fornminni.

Her á Skansanum er eisini eitt gitið torn, Rosenkrantztårnet frá 1500-talinum, sum í dag er pakkað inn, tí tað skal umvælast fyri ikki at enda sum, ja, Kirkjubømúrurin, orsaka av at vatn seyrar inn.

UNESCO City of Gastronomy

Tá vit vitja inni hjá VisitBergen, sum hevur skrivstovu í einum markantum bygningi heilt úti móti sjónum innast í Vágni, har fleiri fiskamatstovur og -marknaður húsast í kjallaranum, eru tey eisini fyrst at nevna ríku søguna, tá spurt verður um hvat tað er, sum trekkir ferðafólk til Bergens.

Men so er tað eisini vakra náttúran, Fløyen og firðirnir og oyggjarnar nærhendis, sum trekkja.

Men eisini gastronomiin er eitt fokusøki, tá tað snýr seg um at eggja ferðafólki at koma til býin.

Tað er nevniliga eydnast Bergen býi at koma á ein annan lista hjá UNESCO eisini, nevniliga UNESCO City of Gastronomy, ein viðurkenning av, at Bergen er ein heilt serligur býur, tá tað kemur til matgerðarlist, bæði at duga at inndraga lokala matarsiðin, leggja dent á stuttflutta rávøru, og so eisini hava eitt ávíst støði.

[object Object]

Akvarium við flytingarætlanum

Tá talan er um frítíð saman við børnum, so er akvariið í Bergen stóra magnetin. Hugnaliga akvariið uttast á Nordnes hevur verið ein attraksjón 60 ár.

Men dagarnir hjá hesum serliga stað eru taldir. Tí arbeiðið at byggja eitt nýtt akvarium eina aðra staðni í býnum er nú komið so langt, at skjótt verður farið at byggja í býarpartinum, sum kallast Dokken. Ætlan er, at nýggja akvariið í Bergen skal vera liðugt longu í 2025.

[object Object]

Í Bergen eru eisini svimjihallir og ein uttandurða svimjihylur, har tað eisini er møguligt at baða í sjónum – hetta sentrið liggur ikki so langt frá akvariinum.

Harumframt er eisini upplivingarsøvn, so sum Bergen Vitensenter, sum eisini kallast Vil Vite og Naturhistorisk Museum við tilknýti til universitetið í býnum.

Og so er sjálvandi eisini møguleiki at standa á skíð, tá árstíðin og veðrið er til tað. Uppi á Fløyen er møguligt at renna á skíð, og um ein vil hava størri ferð á skíðirnar, so er nærmasta skíðmiðstøðin í Voss, hagar tað tekur umleið ein tíma í toki ella bili.

Her er góður møguleiki at fara um morgunin og koma aftur til Bergens um kvøldið. Tok eru sett inn til endamálið, og í Voss er møguleiki at leiga neyðuga útgerð til alpina skíðaking.

Tónleikabýur

Tónleikur er eisini ein týðandi partur av mentanarlívinum í Bergen, vissar ferðamannaskrivstovan um. Bergen eigur stór tonaskals. Ikki bara Kygo, sum helst er tann kendasti núlivandi. Men eisini Edvard Grieg, Ole Bull og Harald Sæverud, hvørs tónleikur, lív og virki kann upplivast á serligum søvnum til teirra heiðurs.

Nógvir festivalar, bæði við nýmótans og klassiskum tónleiki verða hildnir árliga. Festspillene er ein altjóða viðurkendur festivalur við fleiri hundrað mentanar- og tónleikatiltøkum kring um í býnum.

Komandi ár vera festspølini hildin frá 25. mai til 8. juni við konsertum eitt nú á Den nationale Scene, Grieghallen, áhurnevndu Håkonshallen og í Trollhaugen, nakað sunnan fyri Bergen, føðistaðnum hjá Grieg.

Og tá talan er um nýggjari tónleik, so er summarsins stóra tónleikauppliving á hesum leiðum Bergenfest, ið verður hildin á fleiri pallum í søguligum umhvørvií áðurnevnda skansa.

Komandi summar verður Bergenfest hildið í døgunum 14. til 18. juni, og sambært heimasíðuni eru fyrstu høvuðsnøvnini á plakatini Robyn, Ziggy Marley og Grace Jones.

Aðrir festivalar, ið kunnu upplivast í Bergen er ein jazzfestivalur í mai-juni, ein serligur Grieg-festivalur í juli, ein filmsfestivalur í oktober, ein matfestivalur í september og ein ølfestivalur í oktober.

Umboð fyri Portal.fo/Blaðið Vikuskifti vitjaðu í Bergen 1.-4. oktober, bjóðað av flogfelagnum Widerøe og Visit Bergen 

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 09. oktober 2021

8
Leygardagur 09. oktober 2021

Til gongu niðan á Fløyen í bergenskum grimdarregni

Veðurlagið í Bergen er váttligt – men Yr pellar ikki her

(Mynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

Yr.no er ein veðurtænasta, sum nógvir føroyingar kenna og brúka. Og tað gera tey sjálvandi í Noregi eisini, tí talan er um norsku veðurtænastuna, sum veitir veðurtíðindi til eitt nú norska kringvarpið, NRK.

Ert tú staddur í einum norskum býi, so kanst tú á yr.no brúka eina tænastu, sum ikki virkar her heima í Føroyum. Henda tænasta eitur “nedbør neste 90 minutter”.

Og vit mugu bara viðganga, at henda tænastan virkar rættiliga væl. Nei, heilt væl, fyri ikki at siga at hon er púra presiss.

Tað upplivdu vit nú farna vikuskiftið í Bergen. Tað regnar næstan 200 dagar um árið í miðal, næstan 2.500 millimetrar um árið.

Bergen er jú tann býur, har tað sigst regna mest í Noregi. Kortini er Noregs næststørsti býur vaksin fram við víkunum, millum tey sjey fjøllini á náttúruvakra staðnum her á 60. breiddarstigi.

[object Object]

Fløyen – eitt mást

Tey flestu, sum hava verið turistar í Bergen, kenna Fløyen. Fløyen er tað mest vælumtókta ferðamálið í býnum.

Talan er um eitt av teimum sjey fjøllumum í Bergen. Higar ber til at koma upp í einum serbygdum jarnbreytavogni, ið hevur røkt ferðafólkaflutning út miðbýnum í Bergen og upp á 320 metra høga fjallið síðan 1918.

Trupulleikin hjá okkum henda vikuskiftistúrin er bara tann, at Fløyenbanin stongdi fyri fáum vikum síðani. Tey skulu arbeiða upp á banan, skifta vognarnar út – ein rættiliga umfatandi ístandseting og nýmótansgerð av tænastuni, sum tí ikki virkar aftur fyrr enn 1. apríl komandi ár.

Hvat er so at gera, tá man fegin vil ein túr upp á Fløyen og taka myndir út yvir býin haðani?

- Tað er bara at ganga niðan, sigur Linn Kjos Falkenberg, samskiftisleiðari á Visit Bergen, og peikar niðan móti fjallinum og vísir okkum hvar gøtan byrjar.

Sjálvandi, vit hava báðir vunnið á Slættaratindi í summar, so tað er lagamanni.

Og so er tað tað við veðrinum. Hendan middagin leygardag, var fínasta veður í Bergen eftir at tað hevði regnað nakað gjøgnum fyrrapartin.

So vit fóru til gongu niðan móti gomlu brandstøðini við Skansadammin, nakað oman fyri Torgið í Bergen, eitt sermerktur hvítur træbygningur við torni, sum sæst væl í býarmyndini. Niðjan slitnar trappur í sera hugnaliga gamla partinum av Bergen.

Heruppi byrjar gøtan niðan á Fløyen.

[object Object]

Regn

Aftur til veðrið. Komnir her niðan byrjaði at æla eitt sindur, og tá er tað, at makkarin tekur telefonina fram og kekkar Yr.

- Vit áttu havt hugt eftir Yr áðrenn vit fóru, viðgongur hann turrisliga.

- Tað skuldi byrja at regna nú, og tað verður verri enn.

Vit halda fram leiðina niðan eftir við góðum treysti. Eru farnir í regntættar jakkar og hála hetturnar fram og upp á høvdið.

Her er gott at ganga – munandi betri undirlag enn niðan á Slættaratind – men bratt og rættiliga tungt. Regnið hjálpir ikki upp á lagið.

Tí nú tók eisini at oysa niður. Tíbetur funnu vit eitt stað at kroka. Ein bonkur undir einum hálvtaki við næsta av trimum støðgistøðum hjá Fløyen-bananum, tá hann er virkin – støðin eitur Fjellveien, vit eru ikki komnir hálvan vegin enn.

[object Object]

Álítandi Yr

At sleppa at kroka var ein góð umbering, tí mann hevði tørv á at hvíla seg eina løtu, fáa pulsin niður á normalt aftur.

Men tá regnaði tað eisini so illa, at vit vóru um at bera ótta fyri, um regnvatnsristirnar fóru at megna alt avfallið. Men slíkum nýttust vit ikki at órógvast um. Her kenna tey til avfall.

- Tað gevst at regna um fimm minuttir, segði makkarin, hyggjandi niður í fartelefonina.

Og so var. Tað helt.

Eftir hetta var bert talan um smá stroyggj, sum ikki órógvaðu náttúruvakra túrin niðan brøttu brekkuna, har vit eisini fáa høvi at hyggja nærri eftir hvussu bergensar hava bygt sær húsini her í brattlendinum. Rættiliga hugtakandi, tí slíkt er ikki nakað, ein sær í Føroyum – hetta, at bygt verður for í bergið.

[object Object]

Eftir at hava gingið fyri ein part á væl asfalteraðari gongubreyt, skiftir umhvørvið nú til grúsgøtur millum grannvaksnu trøini. Vit eru komin upp um húsini, og ganga nú gjøgnum skógina, eftir Fløysvingene, sum gøtan eitur, sambært kortinum.

Jú, jú, fram kemur tann, ið hóvliga fer. “Eitt stig ágangin er heilt óendaligt”, sum Marius kvøður. Vit komu upp, ja enntá upp um sjálva endastøðina uppi á eggini, tí gøtan gekk oman eftir tað seinasta pettið til málið fyri túrin.

Trøll sum tema

Her er ein matstova, Fløien Folkerestaurant, við undurvøkrum útsýni út yvir býin. Her ber til at fáa mettuna ella sløkkja sær tostan, men spyr um prísin fyrst. Her er dýrt, eisini eftir bergenskum mátistokki, og tá er tað veruliga kostnaðarmikið, kunnu vit heilsa og siga.

[object Object]Fløien Folkerestaurant (Mynd: Sverri Egholm)

[object Object]

Uppi á Fløyen er gott útsýni, men her er eisini gjørdar umstøður, serliga til børnini. Trøll eru tema her, tey síggjast á stóra spæliplássinum, men eisini inni í skóginum, har spennandi er at fara á kanningarferð.

Uppi á Fløyen eru ríkir møguleikar at ganga túrar í skóginum – á vetrartíð eru eisini møguleikar at standa á skíð – renniskíð – á rásum, ið eru upplýstar.

Eitt sindur skuffandi var at staðfesta, at Fløyen “bara” er 320 metar yvir havinum. Tað merktist á beinunum, sum var tað minst tað tvífalda.

Næstu ferð verður tað við bananum. Hann letur upp aftur 1. apríl næsta ár. Í nýggjum tokum, sum taka enn fleiri fólk, og har møguleikarnir fyri fólk við barnavogni ella í koyristóli eru munandi batnaðir.

Tá tað er sagt, so kann gongutúrurin eisini viðmælast. Hann er framúr vakur. So, um tú ikki setur tær fyri at taka túrin niðan, so kundi tú kanska tikið hann á apolstlunum omanaftur, um ætlanin er at vitja her.

[object Object]

[object Object]

--

Sjey fjøll eru kring Bergen, fjøll, sum helst eru orsøk til at tað er so tiltikið nógv regn í hesum vakra býi.

Til ber at koma upp á tvey av fjøllunum uttan knoss. Umframt Fløyen, slepst eisini niðan á Ulriken, sum er tað hægsta av teimum sjey fjøllunum, 643 metrar yvir havinum. Higar upp slepst við einum rennistrongi har 17 fólk sleppa í ‘gondolina’ hvørja ferð. Hesin rennistrongur liggur nakað uttan fyri miðbýin í Bergen, nærhendis Haukeland sykehus.

Á Bergens-ferð okkara høvdu vit heldur ikki møguleikan at royna henda banan, tí Ulrikenbanen hevur eisini verið stongdur tað mesta av árinum orsaka av umvæling og nútímansgerð. Hann skuldi eftir ætlan lata upp nú í oktober við enn størri kapasiteti eisini.

Millum gongufólk er vældámt at taka túrin frá Ulriken og yvir til Fløyen ella hinvegin – ein rættiliga krevjandi túrur á einar 18 kilometrar, og mettur at taka 5-6 tímar.

Umboð fyri Portal.fo/Blaðið Vikuskifti vitjaðu í Bergen 1.-4. oktober, bjóðað av flogfelagnum Widerøe og Visit Bergen


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 09. oktober 2021

9
Leygardagur 09. oktober 2021

Matstovurnar leggja dentin á fisk og sjógæti

Gastro-Bergen:

Fargaður toskur
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

Tað eru summi, sum ikki eta fisk, tá tey fara á matstovu uttanlands. Um Bergen er ein góður býur at vitja fyri hesi, tora vit ikki at siga við vissu.

Tí á vikuskiftistúrunum ótu vit so at siga bara fisk, tá vit vóru úti og ótu. Harvið er sjálvandi ikki sagt, at tað ikki er møguligt at fáa eina góða kjøtmáltíð ella vegetarmáltíð í býnum, tí tað er tað sjálvandi.

Noreg er yvirhøvur tiltikið fyri sínar høgu prísir, eftir vanligum evropeiskum mátistokki, og onkuntíð eisini eftir føroyskum.

Men okkara royndir vístu, at prísurin á mati ikki var so ræðandi. Meira var tað prísurin á drykkjuvørunum, bæði í matstovu, og serliga á skeinkistøðum, sum var ræðandi, eisini tá kursmunurin á krónunum er tikin við.

Vit valdu at eta rímiliga gott meðan vit vóru í Bergen, og leitaðu eftir tí, sum er serligt fyri Bergen, og tað er fiskur.

Toskur í fargi

Í Bergen hava tey sítt serliga slag av toski. Tað var ein av matstovunum, sum setti sær fyri, at finna fram til ein fiskarætt, sum er heilt serligur fyri Bergen, og eisini kann brúkast í marknaðarføringini av matstovunum í býnum.

Tað byrjaði í spølni á Facebook fyri nøkrum árum síðani, og endaði við, at býráðið í býnum útnevndi 28. januar til serligan dag fyri júst hendan rætt.

Rætturin eitur Persetorsk. Týdningurin er pressaður ella fargaður toskur.

Tað var matstovan Bien mitt í býnum, sum fann fram til toskin, og ein av eigarunum, Gard Haugland, greiddi eldhugaður frá, hvussu teir høvdu funnið fram til hesa uppskriftina, ið er ein gomul bergensk uppskrift, ið er gjørd eitt sindur meira nýmótans.

At toskurin er fargaður ger, at saftin er kroyst úr honum, so at hann verður fastari, tá hann verður dampaður. Tað tey gera, er at stroyða flakini við eini blanding av salti og sukuri, áðrenn tey verða løgd saman og løgd undir farg náttina yvir.

Tað var ein góð uppliving at fáa persetorsk, ið varð borðreiddur saman við smørstoktum eplum, ertnamosi og eini súrari brúnari sós, súrnað við hjálp av súreplaseider.

Hava vit heima í Føroyum ein serligan toska ella fiskarætt, sum kundi verið brúktur sum eitt slag av serføroyskum rætti at brúkt sum marknaðarføring? Kanska tað ikki er neyðugt við tað, at tað er góða og fríska rávøran, sum vit kunnu selja okkum uppá.

[object Object]

Eksperimenterandi

Eitt annað kvøld vitjaðu vit matstovuna Allmuen, sum var ein spennandi uppliving, tí hetta var ein nakað meira modernað og eitt sindur eksperimenterandi matstova, við einum spennandi hugburði til uppgávuna, ið kundi tykjast nonsjalantur, men absolutt ikki var tað.

Um almúa merkir nakað almindeligt, so var navnið ikki so hóskandi. Á matarkortinum er ikki so nógv at velja í. Tú kanst velja at taka ‘åben mat’ har tað er upp til kokkin at koma við einum urvali av rættum, sum tú ikki kennir frammanundan, tú kanst velja dagsins suppu, dagsins fisk ella dagsins kjøt, og so eru nakrir smárættir at velja ímillum, tapas-líknandi.

Vit valdu at royna mest møguligt. 650 norskar pengar fyri “åpen mat”, eina røð av spennandi rættum, vóru væl givnir út. Her var djúpstokt ostra, sashimi av hýsu, grillað havtaska, upsi, eisini grillaður, og so einasti kjøtrættur á øllum túrinum, eitt líti petti av óvanliga vælstoktum svínarivi við risotto gjørt úr bygggrýnum afturvið – bygg’otto kallaðu tey tað. Omaná ein frálíkur ísur.

Besta máltíð á ferðini. Vínini sníktu seg móti tí natúrliga, vóru frísk, men tó ikki tann størsta upplivingin.

[object Object]

Skeljadjór

Síðsta kvøldið vildu vit veruliga sleppa at royna havsins fruktir. Tjøldini á sjálvum fiskatorginum eru ikki opin sunnukvøld, so vit fóru ístaðin inn í tann fínara og nýggjara partin av fiskatorginum, undir ferðafólkaskrivstovuni, har tað bæði er sølutorg og matstovur.

“Eat me” eitur konseptið, eitt sindur ósjarmerandi, men sum skilst vendir tað seg meira til ferðafólk enn norðmenn og -kvinnur.

Ein forrættur við jákupskel vendur í væl kryddaðari eysturlendskari olju var framúr, og til høvuðsrætt varð valt eitt fat av krabbum, hummarum, rækjum. Einfalt, tí einki varð gjørt við hesar havsins fruktir, annað enn at tær vóru kókaðar sum vanligt.

Útmerkað, tó at tú fekst eina kenslu av, at vørurnar ikki vóru spillfrískar, men áttu nakað nógvar tímar í ísdiskinum. Kanska var tað tí, at eg hevði valt ta bíligastu versjónina – tann, sum ikki hevði kongakrabban við.

Makkarin vildi sleppa at royna hvalabúff úr nebbafiski, hildu vit tað var. Hann læt væl at – smakkaði ikki so nógv av tvøsti, men næstan sum at fáa ein ‘vanligan búff’. Tað varð ikki gjørt líka nógv burtur úr serveringini á hesum staðnum – einki við at greiða frá hvat tað var, vit fingu og hvussu tað var gjørt, bara sett á borðið við ynski um at gagnast væl.

[object Object]

Nógv støð at velja ímillum
Tað er langt oman fyri 300 matstovur at velja ímillum í Bergen, umframt hesar tríggjar, sum vit royndu.

Tá vit spurdu um ráð á VisitBergen eru tað sjálvandi nakrar, sum verða drignar fram um aðrar.

Bergen hevur til dømis eina matstovu við eini Michelin-stjørnu – hon eitur Bare. Eisini er ein onnur, sum verður viðmælt av Michelin-guidini, men tó ikki er stjørnuskrýdd, hon eitur Lysverket.

So eru tað fiskamatstovurnar í elligomlu træbygningunum í Bryggen. Hesar hugnaligu matstovurnar, sum hava felags køk eita Enhjørningen og To Kokker.

Men vil man hava eitt heilt setstakt matupplivilsi, so viðmæla tey matstovuna, sum eitur Cornelius. Ein fiskamatstova, men hon liggur ikki í Bergen. Hon liggur úti á eini oyggj úti í skergarðinum, so neyðugt er at bíleggja pláss í einum skjóttgangandi báti, sum siglir ferðafólkini aftur og fram.

Helst er hetta upplivilsið størri á summartí, tí talan er um ein siglitúr, sum tekur einar 25 minuttir.

Umboð fyri Portal.fo/Blaðið Vikuskifti vitjaðu í Bergen 1.-4. oktober, bjóðað av flogfelagnum Widerøe og Visit Bergen  

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 09. oktober 2021

10 Leygardagur 09. oktober 2021

Føroyingum íborið at vera broytingarsinnað

- Eg eri fullvísur í, at tað, sum fram um alt hevur hjálpt í kreppuni, er, at vit eru so von við broytingar segði Magnus Rasmussen, landsstýrismaður, tá hann setti Vinnudagin

- Umhvørvisavbjóðingarnar eru øgiligar. Men við at síggja tær sum møguleikar, heldur enn forðingar, og at síggja loysnirnar sum møguligar nýggjar inntøkur, heldur enn sum útreiðslur, broytist myndin púrasta segði Magnus Rasmussen, landsstýrismaður m.a., tá hann setti Vinnudagin (Mynd UVMR)
SkrivaÐ:

Jan Müller

Tað var ein vælhýrdur nýklæktur landsstýrismaður í Vinnumálum, sum setti ársins Vinnudag í Norðurlandahúsinum seinasta fríggjadag. Magnus Rasmussen brúkti stóran part av síni setanarrøðu at umrøða tíðina við korona, og hvussu væl vit føroyingar høvdu megnað at tacla hesa nýggju og torføru støðu.

Endiliga eru vit á veg úr heimsfevnandi koronukreppuni. Tað hevur verið heilt avgerandi, at vinnan hevur tikið avbjóðingarnar, sum tær komu, at tit hava hildið á, í tann mun tað bar til, og at øll hava fylgt almennu tilmælunum so væl. Eg vil takka tykkum fyri góða samstarvið. Tað gevur orsøk til at síggja ljóst upp á framtíðina við vissu um, at vit eisini klára aðrar stórar avbjóðingar og kreppur so hvørt, sum tær koma, segði landsstýrismaðurin framman fyri eini nærum 300 stórari fjøld av kvinnum og monnum.

Avgerandi at duga at laga seg til broytingar

-Vit skulu ikki læra at verða broytingarsinnaði, tí tað er okkum íborið. Vit kenna ikki til annað enn skiftandi veður, skiftandi úrtøku og smidliga arbeiðsmegi.

Evni at laga seg til broytingar er góður førleiki í dag, og verður tað ikki minni í framtíðini. Ein stórur partur av størvunum, sum vit kenna í dag fara at hvørva, og onnur koma í staðin. Tí eru evnini at laga seg til nýggjar umstøður og at taka við nýggjum avbjóðingum so avgerandi.

Magnus Rasmussen, sum umframt at umsita vinnumál, eisini umsitur umhvørvismál, minti á, at umhvørvismál og veðurlagsbroytingar fara at krevja nógv av okkum komandi árini. Tað er ikki longur neyðugt at taka støðu til, um okkum nýtist at gera nakað fyri at dálka minni og brúka minni orku. Ta støðuna tekur marknaðurin fyri okkum. Vilja vit útflyta okkara vørur, og vilja vit verða eitt áhugavert ferðamál, so mugu vit vísa heiminum, at vit taka umhvørvið og náttúruvernd í álvara segði hann og fegnaðist tí um átøk, sum flyta okkum rætta vegin.

Burðardygt Vinnulív

Eitt av hesum er átakið Burðardygt Vinnulív, sum tólv fyritøkur hava tikið stig til fyri at avmarka teirra útlát av veðurlagsgassum.

Eg haldi, at tað er fyrimyndarligt, at tit hava sett tykkum slík mál fyri at gera so munandi umhvørvisátøk – og eg havi noterað mær, at í  bóklinginum, sum tit hava gjørt um átakið, siga fleiri tykkara, at tit ikki bara vilja minka um útlátið, men eisini at tit vilja bjóða fram nýggjar loysnir og vørur, sum hjálpa til eitt betri umhvørvi. Tit hava sostatt megnað at umskapa umhvørviskrøv og -trupulleikar til nýggjar vinnuligar møguleikar segði landsstýrismaðurin og helt fram:

Umhvørvisavbjóðingarnar eru øgiligar. Men við at síggja tær sum møguleikar, heldur enn forðingar, og at síggja loysnirnar sum møguligar nýggjar inntøkur, heldur enn sum útreiðslur, broytist myndin púrasta.

Fyritøkur mugu støðan í Føroyum

Tað eru eisini fleiri føroyskar íverksetarafyritøkur. sum hava sæð avbjóðingarnar sum møguleikar heldur enn forðingar og tískil hava funnið skynsamar loysnir. Ofta loysnir, sum taka støði í vitanini og tilknýtinum, sum vit hava til sjógvin og sum keyparar úr øllum heiminum kunnu fáa ágóðan av.

Men tað er tungt at fáa vitanarfyritøkur at vaksa í Føroyum. Vit hava hampuligar umstøður at brynja fyrstu hugskotini og at byrja menningina av nýggjum vørum, men tá ið fyritøkurnar vaksa, velja tær ofta at flyta av landinum fyri at fáa atgongd til kapital, vitan og netverk.

Vit mugu virka fyri, at fyritøkur kunnu byrja, mennast, trívast og støðast í Føroyum, samstundis sum tær vaksa á altjóða marknaðinum. Og  tað er ein av orsøkunum til, at landsstýrið hevur skipað Vakstrarforum, ið eg annars ikki skal koma neyvari inn á her.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 04. oktober 2021

11 Leygardagur 09. oktober 2021

Á tingfundi mikudagin - koronapositivur hósdagin

Tingmaðurin Brandur Sandoy fór á tingfund at viðgera fíggjarlógina mikudagin, men fór heim aftur beinanvegin, tí hann kendi seg illa fyri. Hósdagin fekk hann boð um, at hann var positivur við koronu

(Savnsmynd: Jens Kr. Vang)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Allan mikudagin og hósdagin var fíggjarlógini fyri 2021 til viðgerar í løgtinginum, men einki var at síggja til sandoyartingmannin hjá Fólkaflokkinum, Brand Sandoy.

Orsøkin er einføld. Hon eitur korona.

- Eg fór á ting mikumorgunin, men fór beinavegin suðuraftur, tí eg var illa fyri. Í dag fekk eg so svarið at eg havi korona, skrivaði Brandur Sandoy í einari Facebookstøðudagføring hóskvøldið.

Fólkaflokstingmaðurin er kortini longu komin fyri seg aftur.

- Havi tað gott, standurin er batnaður síðani í gjár, og kenni meg stórt sæð spillfrískan, skrivar Brandur Sandoy, og leggur afturat, at hann skal vera í sóttarhaldi til fríggjadagin í næstu viku.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 07. oktober 2021

12 Leygardagur 09. oktober 2021

Útlendsk arbeiðsmegi: Skundskipan skal gera tað lættari

Landsstýrið arbeiðir við at gera avtalu við danska ráðharran í útlendingamálum um eina fast-track skipan, ið vil gera tað lættari og smidligari at fáa fatur á útlendskari arbeiðsmegi

Magnus Rasmussen, ið sum landsstýrismaður bæði umsitur umhvørvi og vinnu, brúkti í síni setanarrøðu á Vinnudegnum høvið til at bera fram fleiri boðskapir á báðum hesum týðandi økjunum (Mynd Jan Müller)
SkrivaÐ:

Jan Müller

Hetta var ein av høvuðsboðskapunum í setanarrøðuni, sum landsstýrismaðurin í vinnumálum, Magnus Rasmussen, helt á Vinnudegnum í Norðurlandahúsinum fríggjadagin.

Hvussu kunnu vit best loysa trupulleikan við manglandi arbeiðsmegini í Føroyum var eisini eitt av høvuðsmálunum, ið Vinnuhúsið eisini hevði valt at seta á breddan fyri ársins vinnudegi.

Og nýggi landsstýrismaðurin kom ikki tómhentur til hetta stóra og vælvitjaða tiltakið. Við sær hevði hann ein týðandi boðskap: nevniliga tann at landsstýrið arbeiðir við at fáa loyst ella í hvussu er bøtt munandi um truplu støðuna við manglandi arbeiðsmegi í Føroyum.

Við  hesi skipan kunnu allir vinnugeirar fáa lærda og ófaklærda arbeiðsmegi úr triðjalondum til Føroya, tá arbeiðsloysið er undir 3,5 prosent. Fyritøkur skulu undangóðkennast eins og í ES skipanini, men útlendingurin kann tó ikki byrja at arbeiða fyrr enn endaligt loyvi er latið.

Hinvegin so hava vit og danir sett okkum sum mál, at tað skal ikki taka longur enn 30 dagar at avgreiða eitt loyvi segði landsstýrismaðurin og helt fram:

Eg ivist ikki í, at hetta fer at vera ein munandi umsitingarlig broyting til tað betra. Málið er at fáa hesa skipan at virka, áðrenn árið er liðið.

[object Object]Høvdingar hittast á Vinnudegnum í Norðurlandahúsinum, her tveir av alirisunum í Føroyum, Atli Gregersen og Regin Jacobsen. Mynd Jan Müller

Rembingar eftir korona

- Úti í heimi síggja vit rembingarnar eftir koronufarsóttina á ymiskan hátt. Skeiklaðar veitingarketur og  øktur flutningskostnaður eru eyðsýnd, men skjótt økjandi tørvurin á arbeiðsmegi tykist eisini taka meginpartin av vesturheiminum á bóli.

Vantandi arbeiðsmegi er eisini ein avbjóðing hjá okkum og tí kundi eg hugsað mær at brúkt seinastu løtuna til at umrøða hesa avbjóðingina.

Ikki tykkum at siga er tørvurin á arbeiðsmegi ein av størstu avbjóðingunum yvirhøvur, ikki bara í framtíðini, men beint her og nú.

Ferðin í føroyska búskapinum er stór, og tað vanta fólk innan flest øll samfelagsøki, bæði vinnugeirar og almennar tænastur. Tí er eisini skilligt, at strongt verður á myndugleikarnar at lætta um atgongdina fyri útlendskari arbeiðsmegi.

Fyrsti fundurin eg hevði, eftir at eg tók við sum landsstýrismaður, var um útlendingaøkið og um mangulin upp á arbeiðsmegi. Síðani havi eg havt eina røð av fundum við arbeiðsgevarafeløg og fakfeløg um málið.

Eg skilji væl tykkara ynski. Mangul upp á arbeiðsmegi avmarkar búskaparligan framburð. Tit fáa ikki veitt tær vørur og tænastur, sum eftirspurningur er eftir.

Hinvegin so vísa fakfeløgini á vandan fyri óskipaðum starvsviðurskiftum og fyri sosialari dumping.

[object Object]Sera jaliga og lívsjáttandi  setanarrøðan hjá Magnusi Rasmussen var sera væl móttikin av stóru fjøldini í Norðurlandahúsinum og vóru tað mong, sum vildu hava orðið á nýggja landsstýrismannin í steðginum (Mynd Jan Müller)

Røkist fyri munandi framstigi

- So her eru ymisk atlit at taka, og málið gerst ikki lættari av, at broytingar í útlendingalógini skulu ígjøgnum bæði løgtingið og fólkatingið, og tað kann taka drúgva tíð. Men samgongan hevur sett sær fyri, at vit skulu lætta um atgongdina til útlendska arbeiðsmegi og gera mannagongdirnar smidligari – og her røkist fyri einum munandi framstigi:

Tað gleðir meg, at eg í dag kann boða frá, at eg í november fari at gera eina avtalu við danska ráðharran í útlendingamálum um eina sonevnda fast-track skipan, sum vil gera tað lættari og smidligari at fáa fatur á útlendskari arbeiðsmegi. Í hesi skipan kunnu allir vinnugeirar fáa lærda og ófaklærda arbeiðsmegi úr triðjalondum til Føroya, tá arbeiðsloysið er undir 3,5%. Fyritøkur skulu undangóðkennast eins og í ES skipanini, men útlendingurin kann tó ikki byrja at arbeiða fyrr enn endaligt loyvi er latið. Hinvegin so hava vit og danir sett okkum sum mál, at tað skal ikki taka longur enn 30 dagar at avgreiða eitt loyvi.

Eg ivist ikki í, at hetta fer at vera ein munandi umsitingarlig broyting til tað betra. Málið er at fáa hesa skipan at virka, áðrenn árið er liðið

[object Object]Tveir ernir Formula-vinnarar av tiltakinum Ársins virki saman við stigtakarunum til Vinnudagin (Mynd Jan Müller)

Skyldu at hyggja eftir okkara heimliga arbeiðsmarknaði

-Men – og tað eru eisini nøkur men.

Eg rokni ikki við, at øll avbjóðingin við tørvi á arbeiðsmegi kann ella skal loysast við útlendskari arbeiðsmegi. Vit bæði eiga og hava skyldu til eisini at hyggja eftir okkara heimliga arbeiðsmarknaði og seta okkum spurningin, hvørt tað eru skipanir og strukturar, sum eiga at verða øðrvísi settir saman.

Sum landsstýrismaður í arbeiðsmarknaðarmálum fegnist eg um, at vinnutíttleikin á føroyska arbeiðsmarknaðinum er hægri enn i øllum londum í Europa. Kortini eiga vit at tora at kjakast um, hvørt tað er rætt at binda stóra fjøld av arbeiðsmegi til arbeiðsgevarar, sum ikki kunnu bjóða starvsfólkunum nakað sum líkist fullari arbeiðsviku og um tað er rætt at skattastuðla føroyskari arbeiðsmegi fyri at arbeiða uttanlands heldur enn í Føroyum. Spennandi og áhugavert verður at hoyra kjakið um slíkar spurningar seinni í dag.

[object Object]Fyritøkan Thetis varð kosin at fáa Ársins átak (Mynd Jan Müller)

Dagføra útlendingalóg um viðfylgjandi familju

- Umframt at gera sonevndu fast-track skipanina, so fari eg eisini at seta meg í samband við danska ráharran um at dagføra okkara útlendingalóg um viðfylgjandi familju. Støðan í dag er, at okkara lóggáva er linari enn eitt nú í Danmark, har ávís minstukrøv til inntøku verða kravd fyri at uppihalda eina familju. Her hugsi eg, at vit eiga at tryggja okkum, at fíggjarliga grundarlagið undir eini familju er nøktandi, áðrenn familjan flytir til Føroyar.

Vit hava í dag - frá almennari síðu - eina skipan, har vitjað verður á arbeiðspláss har útlendsk arbeiðsfólk eru. Endamálið er at tryggja, at útlendingar hava virðilig kor. Hetta er ikki tí, at ivast verður í hesum, men fyri at tryggja, at alt er sum tað eigur at vera.

Alt hetta verður gjørt við tí fyri eyga, at allir partar skulu kenna seg tryggar – útlendski arbeiðarin, arbeiðsgevarin, ja vit sum samfelag eisini.

Ein útlendskur arbeiðari, sum kemur til Føroyar, er ikki bara arbeiðsmegi, men eisini eitt menniskja, ein starvsfelagi, ein sosial vera, sum skal loftast so ella so.

Avgerandi at útlendska arbeiðsmegin hevur tað gott

Eg veit, at nógv tykkara gera nógv fyri, at útlendsku arbeiðsfólkini hava tað gott. Tit hava stýr á øllum tí formliga, og tit bjóða útlendsku arbeiðsmegini málskeið og vegleiðing. Hetta er avgerandi neyðugt,  tí tað skulu ikki nógvar keðiligar søgur til, áðrenn spurnartekin fer at vera sett við, um tað nú var so snilt at lata so nógv upp fyri útlendskari arbeiðsmegi. Og tær søgurnar ynskja vit ikki at hoyra.

Tað er umráðandi, tit sum arbeiðsgevara taka ábyrgd, men tað er sanniliga umráðandi, at allir partar veruliga taka ábyrgd fyri útlendingunum, sum koma higar til lands at arbeiða.  Her eru avbjóðingar, men tær eru hóast alt munandi hugaligari, enn fólkafráflyting og arbeiðsloysi, og so eru avbjóðingarnar eisini til at loysa.

Føroyar gott samfelag at liva og virka í

- Vit eru heppin, tí Føroyar eru eitt burturúr gott samfelag at liva og virka í. Vit hava gott fólk, dugnaligar fyritøkur og eitt samfelag, sum yvirhøvur er væl skipað. Um vit øll taka ábyrgd, har vit eru sett at virka, møta avbjóðingunum við jaligum hugburði og mennandi loysnum, fer okkum framhaldandi at gangast væl, segði Magnus Rasmussen m.a., tá hann setti Vinnudagin.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 04. oktober 2021

13 Leygardagur 09. oktober 2021

Tey í ovasta vandabólki fáa nú tilboð um triðja prikið

Møguleiki er nú at bjóða enn eina koppseting til fólk í vandabólki og búfólk á røktarheimum

 
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Sjúkrahúsverkið fer nú undir at bjóða búfólki á røktarheimum og fólki við serliga vánaligari immunverju triðja prik.

Kaj Leo Holm Johannesen, landsstýrismaður við heilsumálum, hevur góðkent tilmælir frá koppsetingarbólkinum um at bjóða fólki við nógv niðursettari immunuverju eina triðu koppseting fyri koronu og somuleiðis teimum, sum búgva á ellis- og røktarheimum og eldrasambýlum.

Tey fyrstu hava longu fingið innkalling, og Sjúkrahúsverkið fer í næstum at seta seg í samband við eldrasamstørvini um at fáa koppsett tey búfólk, sum ynskja tað.

Talan er um fólk, sum frammanundan eru fevnd av koppsetingarkunngerðini, og nóg mikið av koppingarevni er í landinum til bæði at liðugtkoppseta øll, sum skulu hava tvey prik, og geva hesum avmarkaða bólki  eitt triðja prik. Tískil ber til at fremja hesar eyka koppsetingarnar beinanvegin.

Við tilboðnum um triðja prik, fylgir føroyska heilsuverkið leistinum hjá tí danska heilsustýrinum, har eisini verður mælt til eitt triðja prik til fólk við nógv niðursettari immunverju og búfólk á landsins ellis- og røktarheimum og øðrum eldrabústovnum.

Í fyrra bólkinum eru tað serliga fólk við ávísum illkynjaðum blóð- og mergsjúkum, fólk, sum hava fingið transplantasjón, dialysusjúklingar og fólk, sum eru viðgjørd við heilivági, ið tálmar immunverjuna, ella sum hava fingið kemoviðgerð í ár. Harafturat fara sjúklingar við ávísum álvarsomum giktasjúkum eisini at fáa tilboðið.

Tíðindaskriv frá Heilsumálaráðnum og Covid-19 koppsetingarbólkurin 

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 06. oktober 2021

14
Leygardagur 09. oktober 2021

Sleppur ikki at vísa havbotnin kring Føroyar

Danskir hernaðarmyndugleikar skulu geva loyvi fyrst. Stjórin á Vikmar undrast stórliga

Botnurin við Mjóvanes (Mynd: Vikmar)
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

Føroyska fyritøkan Vikmar, sum selur tekniska útgerð til bátar og skip, fekk týsdagin kravboð frá Umhvørvisstovuni um at fjerna allar dátur yvir havbotnin kring føroyar, sum felagið annars hevur gjørt alment tilgeingiligt hesa seinastu tíðina.

Tí fyritøkan hevur ikki loyvi til at gera slíkt sambært eini danskari lóg “om stedbestemt information”, sum hon kallast, og varð sett í gildi í Føroyum við ríkislógartilmæli í desember 2018 og sett í gildi í februar 2019.

Umhvørvisstovan vísir til grein 7 í hesi lógini, sum er soljóðandi: “Før søopmåling til andre formål end fremstilling af søkort må foretages i farvandene omkring Færøerne, skal der indhentes tilladelse hertil hos energi-, forsynings- og klimaministeren. Til brug for ministerens afgørelse, om der kan gives tilladelse, skal ministeren indhente en udtalelse fra landsstyret og Forsvarsministeriet”.

Tað er stjórin í Vikmar, Jan Hammer Egholm, sum ber hesi tíðindi á einum uppslagi á Facebook í dag.

Og at hann er ónøgdur við hesa avgerð er týðulig.

Jan Hammer Egholm skilir ikki, hví tað skal verða bannað teimum at leggja framúr góðu myndirnar, sum kunnu gerast av havbotninum við nýggjastu tøknini uttan at spyrja danska verjumálaráðið eftir.

Serliga tá allir topografiskir upplýsingar oman fyri havskorpuna liggja frítt tilgeingiligir á eitt nú GoogleMaps og Kortal.fo

Les eisini: Vikmar avdúkar landslag á botni 

Serliga undrast Jan Hammer Eghom yvir, at tað var Tjóðveldi, sum legði hesa fyriskipan fyri tingi og harvið tók stig til, at hetta kom at galda í Føroyum.

- Haldi hetta verða sera álvarsligt og vóni at hetta alt er ein stór misskiljing, at handa danksa lógin er komin í gildið her? Hvat siga føroyskir politikkarar til hetta? Vita teir í heilatikið av hesum? spyr hann í Facebook-uppslagnum.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 05. oktober 2021

15 Leygardagur 09. oktober 2021

Løgmaður: Samstarvsráðið styrkir ríkisfelagsskapin

Nýtt samstarvsráð er stovanð. Mánadagin undirskrivaðu teir tríggir stjórnarleiðararnir í ríkisfelagsskapinum, Mette Frederiksen, Bárður á Steig Nielsen og Muté B. Egede, eina avtalu, ið ásetur karmarnar fyri samstarvið

 
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Nýggja samstarvsráðið millum Danmark, Føroyar og Grønland fer nú til verka. Mánadagin skrivaðu teir tríggir stjórnarleiðararnir í ríkisfelagsskapinum, Mette Frederiksen, Bárður á Steig Nielsen og Muté B. Egede undir eina avtalu, ið ásetur karmarnar fyri samstarvið. Nýggja samstarvsráðið er stovnað, tí tørvur er á sterkari samstarvi og betri samskipan, nú stórveldini vísa áhuga fyri norðuratlantshavi og Arktis.

– Vit mugu áhaldandi virka fyri at gera ríkisfelagsskapin tíðarhóskandi. Eg haldi, at nýggja samstarvsráðið er eitt greitt og ítøkiligt úrslit av góða og semjusøkjandi samstarvinum millum Danmark, Føroyar og Grønland seinastu árini. Vit merkja stútt og støðugt ein størri áhuga fyri Føroyum frá stórveldinum, og eg vænti, at samstarvsráðið fer at hava ein týðandi lut í at tryggja okkum størri innlit og ávirkan á okkara trygdar- og verjupolitisku viðurskiftini komandi árini, sigur Bárður á Steig Nielsen, løgmaður.

Umboðini í samstarvsráðnum eru ráðharrar og landsstýrisfólk úr Danmark, Grønlandi og Føroyum.

Føroyar hava formansskapin komandi ár.

Løgmansskrivstovan

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 04. oktober 2021

16 Leygardagur 09. oktober 2021

Mette F. fegnaðist um samstarvsráðið

Brúkti ongantíð orðið ‘ríkisfelagsskapur’ í setanarrøðu síni á fólkatingi

(Mynd: Statsministeriet)
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

Mette Frederiksen, forsætisráðkvinna, nýtti høvið at fegnast um, at tað nú er skipað eitt samstarvsráð á stjórnarstøði millum Danmark, Grønland og Føroyar, tá hon týsdagom helt sína árligu stjórnarleiðararøðu í sambandi við at fólkatingsárið byrjaði.

Hon greiddi frá, at Danmark saman við Grønlandi og Føroyum arbeiða út frá einum felags málsetningi um lágspenning í arktiska økinum. Og at verja okkum sjálvi, eitt nú móti ‘cyper-njósning.

- Det kræver årvågenhed. Og opbygning af kapacitet, staðfesti Mette Frederiksen.

Og tí fegnaðist hon um, at londini nú hava stovnað eitt fast samstarvsráð á stjórnarstøði, ið skal brúkast til “tæt dialog om udenrigspolitik. Sikkerhedspolitik. Og forsvarspolitik”.

Hon greiddi eisini frá, at Grønland og Føroyar fáa ein meira týðuligan leiklut í Arktiska ráðnum, nakað, ið sambært Mette Frederiksen er “helt naturligt”.

- Í farnu viku og í hesari vikuni havi eg havt orðaskiftið við løgmann og við formannin í Naalakkersuisut. Vit hava júst skrivað undir arbeiðssetningin – kommisoriið.

- Tit eru báðir til staðar her í Fólkatinginum í dag. Eg vil nýta høvið til at takka tykkum fyri gott og uppbyggjandi samstarv, segði Mette Frederiksen í setanarrøðuni. Hon takkaði í sama viðfangi eisini norðuratlantisku fólkatingslimunum fyri samstarv.

Eitt sindur merkisvert er tað, at forsætisráðkvinnan í røðu síni ongantíð brúkti orðið ‘ríkisfelagsskapur’.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 05. oktober 2021

17 Leygardagur 09. oktober 2021

Nýggj játtan til landbúnaðarverkætlanir

Tað verður Búnaðarstovan, sum fer at varða av hesari játtanini, og hon fer at fremja verkætlanir í samstarvi við bøndur og onnur

Henda nýggja játtanin er til at stuðla teimum at gera royndir, sum hava hugflog og áræði at bróta upp úr nýggjum, sigur Magnus Rasmussen, landsstýrismaður
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Sum nakað nýtt og til tess at skapa framburð og menning á landbúnaðarøkinum verður 1 mió. kr. sett av til verkætlanir.

Í samgonguskjalinum er avtalað, at miðað verður ímóti, at Føroyar verða sjálvbjargnar við landbúnaðarvørum. Tað er eitt framsøkið mál, sum krevur nógva nýhugsan og royndir. Henda nýggja játtanin er til at stuðla teimum at gera royndir, sum hava hugflog og áræði at bróta upp úr nýggjum, sigur Magnus Rasmussen, landsstýrismaður.

Tað verður Búnaðarstovan, sum fer at varða av hesari játtanini, og hon fer at fremja verkætlanir í samstarvi við bøndur og onnur. Gjørd verður serlig reglugerð, sum skipar økið.

Umhvørvis- og vinnumálaráðið

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 04. oktober 2021

18 Leygardagur 09. oktober 2021

Fakfelagssamstarvið: Nógv bíligari at stytta arbeiðsvikuna í 37 tímar

Nettokostnaðurin av at stytta arbeiðsvikuna á almenna arbeiðsmarknaðinum niður í 37 tímar er 104 milliónir og ikki 750 milliónir, sum politiski myndugleikin áður hevur spátt

(Mynd: Fakfelagssamstarvið)
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Nettokostnaðurin av at stytta arbeiðsvikuna á almenna arbeiðsmarknaðinum niður í 37 tímar er 104 milliónir krónur, og ikki 750 milliónir, sum politiski myndugleikin áður hevur spátt. 

Á tíðindafundi í Smæruni týsdagin varð kanning løgd fram av fyrimunum og kostnaðinum við at stytta arbeiðsvikuna til 37 tímar. Kanningin vísti, at ein styttri arbeiðsvika hevur við sær minni strongd, færri sjúkradagar og økta lívsgóðsku. Hetta eru ágóðar hjá samfelagnum, sum undirstrika, at tað er neyðugt av álvara at taka málið at stytta arbeiðsvikuna upp til kjak.

Tað eru Jan Otto S. Holm, búskapar- og fíggjarfrøðingur, og Regin Berg, stjórnmálafrøðingur, ið hava gjørt kanningina “37 tíma arbeiðsvika, fyrimunir og vansar” fyri átta fakfeløg á almenna arbeiðsmarknaðinum. Fakfeløgini handan kanningina eru Fakfelagssamstarvið og Heilsuhjálparafelag Føroya og Heilsurøktarafelagið. 

Fakfeløgini handan kanningina fegnast um, at umleggingin er somikið nógv bíligari enn áður spátt, og heita tí á politiska myndugleikan at stytta arbeiðsvikuna við lóg skjótast til ber, soleiðis at almennu Føroyar gerast meira kappingarførar í hørðu kappingini um arbeiðsmegi. 

Kanningin byggir á umfatandi talgrundarlag á 5.630 løntakarum, av hesum starvarst 4.448 hjá landinum og 1.182 starvast innan kommunala økið.

Talgrundarlagið tekur hædd fyri, í hvønn mun løntakararnir eru mánaðarløntir og í hvønn mun teir eru tímaløntir.

Ein greining av arbeiðsbrotinum vísir, at teir 5.630 løntakararnir svara til 4.386 ársverk, har 3.904 ársverk eru mánaðarlønt og 482 ársverk eru tímalønt. Við støði í talgrundarlagnum, eru lønar- og skattatøl hjá teimum 5.630 løntakarunum roknað út.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 05. oktober 2021

19 Leygardagur 09. oktober 2021

Nýggj kirkjugarðsleið í Dalinum Langa

Umboð fyri Hoyvíkar kirkju og borgarar í Hoyvík hava í fleiri umførum ynskt at betra um kirkjugarðsleiðina, so at hon er styttri og meira virðilig. Nú er ein sløk millión játtað til endamálið

Á býráðsfundi hóskvøldið varð einmælt samtykt at játta 950.000 krónur til at fara undir arbeiðið at gera ein veg, sum gongur frá kirkjutorginum yvir til verandi gøtu í Dalinum Langa og niðan í kirkjugarðin (Mynd: torshavn.fo)
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

Umboð fyri Hoyvíkar kirkju og borgarar í Hoyvík hava í fleiri umførum ynskt at betra um kirkjugarðsleiðina, soleiðis at líkbilurin við fylginum kann fara umvegis Dalin Langa niðan í nýggja kirkjugarðin.

Nú er greitt, at ein nýggj leið kemur. Á býráðsfundi hóskvøldið varð einmælt samtykt at játta 950.000 krónur til at fara undir arbeiðið at gera ein veg, sum gongur frá kirkjutorginum yvir til verandi gøtu í Dalinum Langa og niðan í kirkjugarðin - hetta so at farast kann beinleiðis úr kirkjuni og niðan í kirkjugarðin.

Hetta skrivar Tórshavnar kommuna á heimasíðu sínari.

Í dag koyrir líkbilurin eftir Løgmannabreyt, tá líkfylgið fer seinastu ferðina úr kirkjuni niðan í kirkjugarðin. Hetta verður ikki mett sum ein serliga virðilig leið, umframt at leiðin tykist rættiliga long.

Hoyvíkar kirkja varð bygd í 2007, og liggur sunnan fyri miðstaðargøtuna Karlamagnusarbreyt. Kirkjugarðurin er staðsettur norðan fyri Klingruna.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 05. oktober 2021

20 Leygardagur 09. oktober 2021

Seta sjóneykuna á veðurlagskreppuna

Skipað verður fyri tiltaki á Perlutorginum í dag

 
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Í dag seta umhvørvisfeløg veðurlagskreppuna í fokus. Bjóðað verður til eitt tiltak við røðum, yrkingaupplestri, tónleiki og ymsum básum. Hetta verður í Perluni og Perlutorginum í Havn kl. 14.

Á skránni eru tónleikur við Brimhvítt og Bárði Johannesen, yrkingaupplestur við Marjuni Syderbø Kjelnæs og røður við Boga Hansen, Sólfríð Gregersen og Elsu Berg.

Í 2019 staðfestu yvir 11.000 granskarar týðuliga “at Jørðin er í eini veðurlagskreppu”.

Umframt veðurlagsbroytingar tosa granskarar um “hina sættu hópoyðingina” av djóra- og plantusløgum. Okkara javnvág við náttúruna er skeiklað. Hetta kenna vit eisini aftur frá øðrum dálkingartrupulleikum, t.d. plasti í náttúruni.

Eisini í Føroyum hava vit ábyrgd. Vit eru pr. íbúgva stórútlátarar av vakstrarhúsgassum, og vøksturin í útláti hevur verið stórur seinnu árini. Vit hava heldur ikki lagt nóg stóran dent á at verja lívfrøðiliga margfeldið, og gransking innan økið verður ikki raðfest í nóg stóran mun.

Tildømis vita vit ov lítið um, hvørjar avleiðingar veðurlagsbroytingar fáa fyri Føroyar í framtíðini.

Politiska skipanin er á ongan hátt vaknað. Tí krevst ein virkin føroysk umhvørvis- og náttúruverndarrørsla, ið stríðist fyri:

  • Eini bindandi veðurlagslóg, sum skerjir føroyska útlátið munandi meira enn veðurlagspolitikkurin leggur upp til
  • Eini náttúrumargfeldislóg, ið verjir og varðveitir føroysku náttúruna.
  • Raðfesta náttúrugransking

Fyriskipararnar av tiltakinum er átakið Veðurlagslóg NÚ, Føroya Náttúru- og Umhvørvisfelag og Ringrás. 

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 06. oktober 2021

21 Leygardagur 09. oktober 2021

Hesi fingu M.A. Jacobsens virðislønir

Fýra M.A. Jacobsens virðirslønir vórðu handaðar í Müllers pakkhúsi hósdagin

Heðin Mortensen, Trond Trosterud, Jógvan í Lon Jacobsen, Annika Øyrabø, Dánial Hoydal og Annfinn Brekkstein (Mynd: Ólavur Frederiksen / Tórshavnar kommuna)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

M.A. virðislønir Tórshavnar býráð vóru handaðar í Müllers pakkhúsi seinnapartin hósdagin.

Tað var Heðin Mortensen, borgarstjóri, sum handaði M.A. Jacobsens virðislønirnar. Tann fyrra, virðislønin fyri yrkisbókmentir, fekk Jógvan í Lon Jacobsen, professara í føroyskum á Fróðskaparsetri Føroya, fyri verkið “Føroysk purisma”.

Seinna M.A. Jacobsens-virðislønin sum borgarstjórin handaði, varð fyri mentanaravrik 2021, og varð hon latin Trond Trosterud, professara í máltøkni á universitetinum í Tromsø.

Síðani varð farið til Barnamentanarheiðurslønir Tórshavnar býráðs. Ta fyrru fekk myndlistakvinnan Annika Øyrabø, fyri myndprýðing av bókini "Abbi og eg og Abbi", sum Dánial Hoydal hevur skrivað tekstin til.

Ta seinnu Barnamentanarheiðurslønina frá Tórshavnar Býráð fekk Dánial Hoydal, fyri barnabókina “Abbi og eg og Abbi”. 

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 07. oktober 2021

22 Leygardagur 09. oktober 2021

Enn ein søguligur bygningur í Vágsbotni til sølu

Sermerkti reyði bygningurin í Vágsbotni er settur til sølu. Kostnaðurin er 12 milliónir krónur

(Mynd: Ogn.fo)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Eigur tú nógvar pengar, eru ríkir møguleikar at sleppa av við teir í Vágsbotni, har íløgur kunnu gerast í bygningar.

Herfyri varð bygningurin, har barrin Sirkus heldur til, settur til sølu fyri 5,5 milliónir, og nú er grannabygningurin eisini settur til sølu. 

Talan er um sermerkta og søguliga bygningin á adressuni Vágsbotnur 4, har virksemið hjá P/f Andrias í Vágsbotni hevur verið rikin frá í eitt mannaminni.

- Bygningurin er tvær lonir, har tann eystara lonin er umleið 118 fermetrar í trimum hæddum, har tann ovasta hæddin er loft við skráveggum. Niðasta og miðhædd hava verið nýttar til handilsvirksemi, og loftshædd er helst nýtt til umsiting/uppihald. Tann vestara lonin er umleið 115 fermetrar í tveimum hæddum. Báðar hæddir hava helst verið nýttar sum goymsla. Í tí vestaru lonini er eingin hitaskipan, stendur at lesa um bygningin á ogn.fo.

- Húsini eru upprunaliga bygd í ár 1856. Nýggj tekja er løgd á í 1992, og útveggur suðureftir hevur fingið nýggjan timburklædning í 1989. Tey eru bygd eftir tátíðar byggisiði, og bera eisini brá av hesum. Nógvir bygningslutir treingja til ábøtur, gólvið má møguliga piloterast av nýggjum og allar tekniskar innstallatiónir mugu helst gerast av nýggjum.

Á grundstykkinum stendur eisini eitt úthús, sum er umleið 17 fermetrar.

Prísuppskotið er 12 milliónir krónur. 

[object Object]

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 06. oktober 2021

23 Leygardagur 09. oktober 2021

Nótaritið til Norsku Løvu komið út í bók

Nú er verkið hjá kenda rithøvundan, listamanninum og tónasmiðinum William Heinesen útsett fyri orkestur og givið út í bók

Bjarni Restorff saman við Annfinn Brekkstein, varaborgarstjóra í Tórshavnar kommuna. Kommunan hevur stuðlað útgávuni
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Í vikuni varð partiturið – nótaritið – til kendu kompositiónina Norska Løva hjá Williami Heinesen givið út í bók.

Talan er um eina bók, sum er uppá meira enn 170 síður, og í henni eru nótar til øll ljóðførini í einum symfoniskum orkestri. Harumframt liggur eisini ein geymi (usb-pinnur) við bókini, har nótarnir liggja á.

Tað er Bjarni Restorff, tónasmiður, kórleiðari og tónleikalærari, sum gevur bókina út, og tað er eisini hann, sum hevur gjørt útsetingarnar.

Tað eru longu 14 ár síðan, at hann gjørdi útsetingarnar til Norsku Løvu hjá William Heinesen. Tað varð av fyrstan tíð niðurskrivað fyri klaver, og teir nótarnar hevur Bjarni Restorff havt í varðveitslu. Bjarni Restorff var tó av teirri fatan, at verkið var eitt orkesturverk, heldur enn eitt klaververk, og tí fór hann í 2007-2008 sjálvur undir at útseta verkið fyri orkestur.

Men tankin er tó nógv eldri enn so. Hann stavar heilt afturi frá 70unum, tá Bjarni Restorff nevndi fyri Robert Oughton, sum tá var leiðari hjá Havnar Hornorkestri, og stutt eftir hevði bretin sett verkið út fyri hornorkestur.

Nú er verkið hjá kenda rithøvundan, listamanninum og tónasmiðinum so útsett fyri orkestur og givið út í bók. Bókin fæst til keyps í bókahandlunum.

Bjarni Restorff er sum sagt tónasmiðjur, kórleiðari og tónleikalærari. Hann hevur undirvíst á Tórshavnar Musikkskúla síðan 1984 og í frítíðini hevur hann verið kórleiðari hjá nógvum ymiskum kórum. Í 1986 stovnaði hann saman við øðrum Tórshavnar Manskór, sum hann framvegis stjórnar.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 02. oktober 2021

24 Leygardagur 09. oktober 2021

Føroyar í andgletti: Nýggj bók hjá Jógvan Arge

Hetta er ein bók um tey ríkiligu áttatiárini, sum føroyingar bøttu fyri við húsagangum, armóð og stórari fráflyting í nítiárunum. Bókin er tann sjeynda í røðini “Mín krýnika”

 
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Jógvan Arge hevur givið út bókina “Føroyar í andgletti”, sum snýr seg um 1980ini í Føroyum.

Hetta er ein bók um tey ríkiligu áttatiárini, sum føroyingar bøttu fyri við húsagangum, armóð og stórari fráflyting í nítiárunum.  Bókin er tann sjeynda í røðini “Mín krýnika” og fæst í bókabúðum kring landið.

Politiskt vóru hesi árini ófriðarlig. Sundstein & Ellefsen settu sín dám á politikkin. Grannskoðararnir vóru høvuðsmenn í eini borgarligari samgongu tíðliga í 80unum. Pauli Ellefsen var løgmaður og Jógvan Sundstein løgtingsformaður. Síðst í 80unum vóru teir aftur í samgongu. Nú var Jógvan Sundstein løgmaður.

Pauli Ellefsen kom sum eitt skot upp í politikk í 1974. Fyrsta dagin á tingi varð hann valdur til formann í sambandsflokkinum. Frá 1981 til 1985 var hann løgmaður, hóast hann helst vildi sloppið undan. Í 1990 fór hann eins brádliga úr aftur politikki av eini ósemju um, hvussu ráfiskurin skuldi býtast millum flakavirkini.

[object Object]

Ófriður var á arbeiðsmarknaðinum um nýggja ískoytispensjón. Í 1985 og 1987 noyddist løgtingið saman sjálvan Kristi Himmalsferðardag at samtykkja lønirnar hjá arbeiðarafeløgunum, sum vóru ójavnar. Oyggjarvegurin var blokeraður og alivirkið Harenga slapp ikki at seta smolt út. Tá legði løgreglan upp í leikin.

Áttatiárini var ferðin nógv eins og pengarnir. Men gongdin tóktist ikki burðardygg, og vandi var fyri skrædli. Ein nýggjur farmaskipafloti, sum Pauli Ellefsen var forsprákari fyri, fór mestsum allur av knóranum, og sama hendi einum framkomnum fiskiskipapakka hjá Atla Dam, sum ei heldur kláraði at svara hvørjum sítt.

Uttanlandsskuldin bara vaks. Tá tiltøk vórðu sett í verk, endaði alt meir av skuldini í landskassanum, sum mátti læna upp aftur meir fyri at vera nøkurlunda ajour. Ráðgevandi nevndin hjá donsku stjórnini var ikki álvulig við støðuna.

Í øllum hesum rokanum varð stóra tangaskipið “Kate Mærsk” bumbað í Persaflógvanum í 1988. Skipari var Eigil Hansen í Havn. Ein exocetrakett rakti “Kate Mærsk” í bakborði. Eldur kom í á brúnni og í manningarrúmunum. Ein maður doyði.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 04. oktober 2021

25 Leygardagur 09. oktober 2021

Heimsins besta og næstbesta matstova í Keypmannahavn

World’s 50 Best Restaurants-listin er júst kunngjørdur

 
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

Norðurlendskar matstovur eru høgd í metum hjá altjóða dómarum av góðum mati.

Norðurlond hava ikki færri enn tríggjar matstovur innan fyri topp 10 og tvær teirra eru bestar í heiminum.

Tá talan er um hetta at heiðra matstovur, so er stjørnuskipanin hjá Michelin kanska tann mest kenda. Men ein onnur meting, sum eisini er høgt í metum er tann, sum eitur World’s 50 Best Restaurants – ein bretskur listi, ið hevur verið kunngjørdur 2002.

Tað eru nú nakrar vikur síðani listin frá 50 upp til 100 varð kunngjørdur. Onkur hevði tá vónað, at Koks kanska fór at vera ímillum, men var ikki. Tað vóru enntá fólk, sum sóu fram til, at Koks kanska fór at vera við millum fimmti tær bestu, tá listin varð kunngjørdur týsdagin.

Kendi danski matummælarin Bent Christensen var so optimistiskur, at hann skrivaði soleiðis á Facebook í týsmorgunin: “World 50 Best listen idag: Noma, Geranium, Jordnær og Koks er kvalificerede bud på placering blandt de bedste, endda 1 plads favorit”.

Hann fekk rætt viðvíkjandi Noma og Geranium – tær eru nummar 1 og 2 í heiminum.

Men hann fekk ikki rætt viðvíkjandi Jordnær og Koks – tær eru ikki við á listanum.

Geranium fór frá at vera nummar 5 seinast til nú at vera næstbest. Noma var nummar 2 seinast og er nú best í heiminum.

Noma varð fyrstu ferð kosin best í 2010, og varð vald aftur í 2011, 2012 og 2014. Eftir flyting og umbygging hevur Noma arbeitt fyri at koma upp á sama støði hjá smakksdómarunum aftur – seinast, tað var í 2019, kom Noma á annað pláss og nú á fyrsta.

Tann triðja norðurlendska matstovan í topp 10 er eisini ein trý-stjørnað Michelin matstova, nevniliga Frantzén í Stockholmi. Hon lá á 21. plássi seinast og er nú nummar 6.

Maemo í Oslo er nummar 47, Alchemist í Keypmannahavn nr. 48 og Amass í Keypmannahavn nr. 89.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 05. oktober 2021

26 Leygardagur 09. oktober 2021

Nýggj føroysk útvarpsrás byrjað at senda

Móttøkan, og eisini tann fyrsta sendingin hjá Sjey, var í City Church hósdagin. Framyvir er ætlanin at senda beinleiðis úr gomlu Køkubúðini, og eisini úr Eysturoynni

(Mynd: Ólavur Frederiksen / Tórshavnar kommuna)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Nú nýggj útvarpsrás er sett á stovn, var boðið til móttøku. Heðin Mortensen, borgarstjóri nýtti høvið at hyggja framvið í City Church, og heilsa uppá toymið handan “Sjey”.

Hendan nýggja útvarpsrásin kann sigast at verða ein avleggari av “Lindini”, tí hetta er í stóran mun talan um somu manning.

Eftir ætlan fer útvarpsrásin at senda tónleik, samrøður, og ymiskt annað viðkomandi og áhugavert.

Móttøkan, og eisini tann fyrsta sendingin hjá Sjey, var í City Church seinnapartin hósdagin. Framyvir er ætlanin at senda beinleiðis úr gomlu Køkubúðini, og eisini úr Eysturoynni.

Dánial á Dul Jacobsen var tann fyrsti sum tók orðið, hann byrjaði við bøn. Fyrsta útvarpssendingin á Sjey var eisini skipað sum ein almenn móttøka fyri nýggju útvarpsrásini, og í hesum sambandið fingu tey eisini orðið á borgarstjóran, Heðin Mortensen.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 07. oktober 2021

27 Leygardagur 09. oktober 2021

Bach, Kirkjubøur, kertuljós og jólahugni 

Sermerkta konsertin í Ólavskirkjuni verður 1. desember

 
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Helst vil tað gleða mong at frætta  at vælumtókta jólakonsertin í Ólavskirkjuni í Kirkjubø, "Bach í kertuljósi" aftur er á skrá í ár, nevniliga mikukvøldið 1. desember.

Konsertin verður sum altíð við góðum Bach tónleiki og einans við kertuljósum. Sum vant verður móttøka aftaná konsertina í Roykstovuni.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 05. oktober 2021

28 Leygardagur 09. oktober 2021

Noreg fær týðandi søguligt handrit til láns

Lániavtala er gjørd við kongaliga bókasavnið um at fáa Gulatingslógina til láns í fyribils fimm ár

(Mynd: Det kgl. Bibliotek)
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

Norska tjóðarbókasavnið, Nasjonalbiblioteket, hevur nú fingið ein gamlan norskan tjóðargrip til láns frá kongaliga bókasavninum í Keypmannahavn.

Talan er um eitt rit, kallað Gulatingslógin, ið varð skrivað millum 1250 og 1300. Handritið var í fjør gjørt til part av Noregs skjalaarvi, ið er ein skrá yvir tey týdningarmiklastu skjølini í norskari søgu.

Men tað, sum nívir norðmenn og -kvinnur er, at tað er Det kongelige Bibliotek í Keypmannahavn, sum hevur ritið í varðveitslu, og har eru ongar ætlanir um at lata tjóðargripin til Noregs, skrivar NRK.

Fleiri royndir eru fyrr gjørdar at fáa flutt tjóðargripin úr eini goymslu í Keypamannahavn til tjóðarbókasavnið í Oslo, men higartil uttan úrslit.

Men nú hava diplomatisku royndirnar ført til eina lánsavtalu.

- Í staðin fyri at krevja ritið tí tað er okkara, hava vit sagt, at hetta ritið er av alstórum týdningi fyri okkara sjálvsfatan, og at vit ynskja at brúka tað í okkara miðling. Tað hava tey nú víst seg at fata, sigur Aslak Sira Myhre, landsbókavørur, sum metir hetta skjalið at vera av sama týdningi sum víkingaskipini.

Fyribils er ein lániavtala gjørd, ið loyvir Noregi at lána skjølini í fimm ár, skrivar NRK.

Í 2024 eru liðin 750 ár síðan, at Magnus Lagabøte kongur setti í gildi fyrstu lógina í gildi, kalla landslógin, ið varð galdandi fyri alt Noreg. Lániavtalan við kongaliga bókasavnið umfatar fimm handrit, og henda landslógin er partur av hesum.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 07. oktober 2021

29 Leygardagur 09. oktober 2021

Kanna orkumøguleikar í undirgrundini

Tørvur er á størri vitan um, hvussu best verður fingið burtur úr orkutilfeingi í undirgrundini, sigur Magnus Rasmussen, landsstýrismaður

 
SkrivaÐ:

Jan Müller

Seinastu árini hava nógv húsarhald skift orkukeldu til jarðhita, og hetta vísir seg at vera eitt gott stig í grøna orkuskiftinum.

Møguleikarnir at gagnnýta orku úr undirgrundini eru tó nógv størri enn so. Seinnu árini eru fleiri flógvar keldur funnar, sum kunnu geva enn meira orku enn vanligar jarðhitaboringar. Áhaldandi tøkniliga menningin, við m.ø. djúpboringum, letur upp fyri eisini at gagnnýta hesar orkukeldur til størri fjarhitaskipanir skrivar Umhvørvis- og Vinnumálaráðið á síni heimasíðu.

Vísti verður á, at tørvur er tí á størri vitan um, hvussu best verður fingið burtur úr hesum tilfeinginum, sigur Magnus Rasmussen, landsstýrismaður. Tí gera vit nú eina nýggj stuðulsjáttan, sum kann veita stuðul til praktiskar royndir, og til at skjalfesta orkumøguleikar kring um í landinum.

Ætlanin er at Jarðfeingi og Umhvørvisstovan skulu gera verkætlanir saman við m.ø. kommunum, felagsskapum og privatum feløgum.

Í fyrstu atløgu verður tað Umhvørvis- og vinnumálaráðið sum situr fyri játtanini, og reglugerð verður gjørd fyri stuðulin.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 04. oktober 2021

30 Leygardagur 09. oktober 2021

– Stóran týdning at rottan ikki fær fótin fyri seg á hesum oyggjum

11 oyggjar eru rottufríar, og verður tað til óbótaligan skaða fyri fuglastovnarnar, um rotta kemur á hesar oyggjar, sigur Umhvørvisstovan

(Savnsmynd)
SkrivaÐ:

Alda Nielsdóttir

Í Føroyum er 11 oyggjar, har eingin rotta er – Fugloy, Svínoy, Kalsoy, Nólsoy, Hestur, Koltur, Sandoy, Mykines, Skúvoy, Stóra Dímun og Lítla Dímun – og tað hevur sera stóran týdning at fyribyrgja, at rotta fær fótin fyri seg á hesum oyggjum. Tí kemur rotta til hesar oyggjar, verður tað til óbótaligan skaða fyri fuglastovnarnar, sigur Umhvørvisstovan.

Fyri at fyribyrgja spjaðing av rottu til oyggjar, har eingin rotta er, skulu heilsølur og handlar tryggja sær, at vøra, sum skal sendast til hesar oyggjar, ikki er fongd við rottu. Mest týðandi liðurin í hesum er, at vøran verður pakkað soleiðis, at rotta ikki sleppur framat, sigur Umhvørvisstovan, sum hevur gjørt eina mannagongd fyri flutning av vøru til rottufríar oyggjar.

Mannagongdin fevnir um øll lið, frá tí at vøran verður pakkað, til hon er hjá móttakaranum.

– Tað er týdningarmikið, at handlar, heilsølur og onnur, sum senda vøru til rottufríar oyggjar, merkja vøruna við serligari etikett, har tað við áskrift verður váttað, at vøran varð kannað og pakkað forsvarliga, áðrenn hon varð send. Vøra við slíkari etikett og sum er heil og óskalað, kann metast sum rottutrygg, tá hon kemur fram til móttakaran.

Umhvørvisstovan heitti í summar á handlar og heilsølur um at fylgja nýggju mannagongdini, og í farnu viku varð somuleiðis heitt á flutningsfyritøkur, harundir Atlantsflog og Strandfaraskip Landsins, um ikki at flyta vøru til rottufríar oyggjar, sum onga etikett hevur.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 03. oktober 2021

31 Leygardagur 09. oktober 2021

Nýggj sethúsaútstykking á Velbastað

Tórshavnar býráð samtykti einmælt at broyta byggisamtyktina fyri økið omanfyri Ervaveg, har til ber at byggja tætt við vegin

 
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Tórshavnar býráð samtykti í farnu viku einmælt at broyta byggisamtyktina fyri Velbastað, soleiðis at farast kann undir eina nýggja sethúsaútstykking omanfyri Ervaveg.

Partur av byggiøkinum á Velbastað er óbygt, orsakað av avbjóðandi lendisviðurskiftum og byggilinjum fram við landsvegi, ið gera, at tað er trupult at byggja og gagnnýta lendið skynsamt.

Ervavegur er kommunalur vegur. Tískil ber til at byggja tættari vegnum, lendið kann gagnnýtast betur og sloppið verður undan at gera stórar íløgur í veg.

Mælt varð tí til at broyta byggisamtyktina fyri økið, sí kort og mynd. Staðbundna Kirkjubøar- og Velbastaðarnevndin tekur eisini undir við tilmælinum. Málið varð einmælt samtykt í býráðnum.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 07. oktober 2021

32
Leygardagur 09. oktober 2021

Fýra feløg hava fingið játtað ískoytiskvotu

Jacob Vestergaard, landsstýrismaður við fiskivinnumálum, hevur tikið avgerð um at játta ískoytiskvotur av svartkjafti til fýra skip

Jupiter (Savnsmynd: Kiran Jóanesarson)
SkrivaÐ:

Kiran Jóanesarson

Ískoytiskvotur verða latnar samsvarandi áseting í § 49, stk. 2 í sjófeingislógini fyri at styrkja um kvotugrundarlagið hjá ávísum fiskifari.

Tøka kvotan at søkja um var 12.640 tons av svartkjafti umframt 1.178 tons av svartkjafti, sum eru flutt frá 2020, upplýsir Fiskimálaráðið.

Ískoytiskvotur av makreli og norðhavssild vórðu í 2020 lutaðar út fyri fimm ár fram, og tí kann í 2021 bert søkjast um svartkjaft.

Sjey umsøkjarar søktu um ískoytiskvotu av svartkjafti. Av hesum lúka fýra umsóknir treytirnar sambært sjófeingislógini.

Tær umsóknirnar eru:

1. P/F Jókin – m/s Arctic Voyager

2. P/F Thor Fisheries – m/s Hoyvík

3. P/F Jupiter – m/s Jupiter

4. P/F Kinnfelli – m/s Katrin Jóhanna

Landsstýrismaðurin hevur tikið avgerð um, at kvotuparturin til hvørt fiskifar verður 3.160 tons av svartkjafti.

Harumframt skal flutta nøgdin frá 2020 á tilsamans 1.178 tons leggjast afturat at kunna verða veidd í 2021.

Av fluttu nøgdini fær hvørt av hesum somu fiskiførum sostatt 294,5 tons at fiska í 2021. 

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 04. oktober 2021

33
Leygardagur 09. oktober 2021

Næraberg til Pólands fyri 110 milliónir krónur

Trolarin hjá P/f Næraberg var í føroyska flotanum í sjey ár

 
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

Í síðsta mánaði varð boðað frá at P/f Næraberg hevði gjørt avtalu við útlendskan keypara um at selja Næraberg av landinum.

Nú er greitt, at tolarin er seldur til felag í Warszawa fyri 14,875 milliónir evrur, ið svarar til 110,7 milliónir krónur, skrivar Kringvarpið.

Kvoturnar hjá Næraberg verða framyvir fiskaðar av Norðingi og Borgaranum, sum felagið eisini eigur.

Trolarin Næraberg er nú strikaður í føroysku skipaskránni, og fer í næstum úr Niðurlondum til Pólands.

Næraberg er bygdur í 1990. Hann kom til landið í 2014 og hevur verið mest nýttur til at fiska svarkjaft, sum skuldi virðisøkjast umborð og framleiðast til matna.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 06. oktober 2021

34
Leygardagur 09. oktober 2021

Fyrrverandi føroyskur trolari seldur til Russlands

Fyrrverandi verksmiðjutrolarin er seldur frá Belize til Russlands

 
SkrivaÐ:

Kiran Jóanesarson

Talan er um stóra verksmiðjutrolaran Atlantic Navigator, sum hevði heimstað í Klaksvík fyrst í hesi øldini.

Skipið varð keypt til Føroyar, og skuldi skipið framleiða eitt nú surrimi umborð.

Hetta var ein verkætlan, sum JFK hevði havt í nøkur ár frammanundan, og høvdu teir keypt Atlantic Navigator fyri ein eldri verksmiðjutrolara, sum hevði navnið Næraberg. 

Tað eydnaðist tó ikki at fáa lønandi rasktur í felagið við Atlantic Navigator, sum helst hevur havt eina tí størstu manningina eitt føroysk fiskiskip nakrantíð hevur havt.

Talan var um bæði menn og kvinnur, sum sigldu við Atlantic Navigator meðan skipið hevði heimstað í Klaksvík.

Atlantic Navigator hevði heimstað í Føroyum frá 2002 til 2009.

Skipið bleiv selt av landinum, og lá leingi við eina skipasmiðju í Kroatia, har skipið bleiv forlongt og umbygt. Skipið fór seinni til fiskiskap við nýggjum eigarum, og nýggjum heimstaðið.

Nú er skipið so selt úr Belize til Russlands, har skipið nú skal hava heimstað, og skal fiska undir russiskum flaggi.

[object Object]Soleiðis sá skipið út tái ð tað kallaðist Atlantic Navigator og hevði heimstað í Klaksvík


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 07. oktober 2021

35
Leygardagur 09. oktober 2021

Fara á pylsuveiðu

Tað eru fleiri sløg av sjópylsu, men teir kønu siga, at tann reyða, sum til dømis fæst á Skeivabanka, er tann rætta, sigur skiparin á Dýrindal

(Mynd: Føroyska Sjómansmissiónin)
SkrivaÐ:

Føroyska Sjómansmissiónin

- Fiskiskapurin á landleiðini í summar var brúkiligur, tí prísurin var góður. Vit hava nærum ikki verið í vinnu síðani, men nú gera vit klárt at fara avstað aftur. 

Tað sigur Aksel Dahl Olsen, skipari, á trolbátinum Dýrindal.

- Vit fara nú at gera royndir eftir trælsrassi/sjópylsu við hummaratroli. Trolið gongur tætt at botni og gapar stutt. Hetta er eitt royndarloyvi, og fiskiskapurin er í samstarvi við Havstovuna, sigur hann.

- Vit vita sera lítið um sjópylsu, og nærum ongar royndir hava verið eftir henni. 

Trolbátarnir hava fingið nakrar, tá teir hava trolað eftir havatasku á Skeivabanka hesa tíðina á árinum og fram móti jólum. Tí fara vit á Skeivabanka at royna, sigur Aksel.

- Tað eru fleiri sløg av sjópylsu, men teir kønu siga, at tann reyða, sum til dømis fæst á Skeivabanka, er tann rætta. Vit hava gjørt onkra smávegis roynd fyrr, men tíðin var alt ov stutt, og tí vita vit alt ov lítið um fiskileiðir, og nær tað er best at veiða sjópylsu, sigur hann.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 06. oktober 2021

36 Leygardagur 09. oktober 2021

Heimsins longsti undirsjóvar streymkaðal tikin í nýtslu

Hann bindur orkunetini í Norregi og Bretlandi saman og er eitt týðandi stig á grønu leiðini

 
SkrivaÐ:

Jan Müller

Leygardagin varð heimsins longsti sjóvegis streymkaðal tikin í nýtslu. Hann gongur úr Norra til Bretlands og er 720 kilometrar langur. Tað er norska Statnett, sum stendur fyri verkætlanini, ið verður mett at vera eitt týðandi stig á leiðini til grøna varandi orku. 

Við hesum nýggja kaðalinum ber til at flyta streym úr Norra til Bretlands og úr Bretlandi til Noregs. Í byrjanini fær marknaðurin atgongd til 700 megawatt, sum kortini bert er helvtin av tí, sum hann fer at rúma í framtíðini. Við hesum kaðali verða orkuskipaninar í hesum báðum londum hvør síni megin Norðsjógvin, knýttar saman, og tað gevur nógvar møguleikar. Kaðalin hevur fingið heitið North Sea Link. 

Nógv verður í løtuni tosað um, hvønn týdning kaðalin fer at hava fyri streymprísin í Norra og Bretlandi. Roknað verður við, at prísurin á streymi fer at verða hægri í byrjanini, men samtíðis verður hann eisini ein týðandi veitingartrygd eitt nú t.d. fyri Norra, sum  kann fáa streym úr londum sum Týskalandi, Hálandi, Danmark, Russlandi, Finlandi og Svøríki, og nettupp hetta fer at vera ein veitingartrygd hjá Norra, ikki minst tá vatn- og vindgoymslurnar eru tómar. Tá kemur streymur frá meginøkinum væl við. Og øvugt, tá vatn- og vindgoymslurnar í Norra eru á tremur, tá kemur streymurin væl við í eitt nú Bretlandi. Norska Statnett, sum umsitur kaðalin, hevur í umbúnað at gera íløgur uppá umleið 100 mia. kr. í netið næstu árini. 

Hóast óvissa er um streymprísin í byrjanini so verður mett, at hann fer at verða bíligari uppá longri sikt og fer kaðalin at fáa stóran týdning fyri Evropa í framtíðini. Ikki minst nú vindorkan verður so nógv útbygd í fleiri londum. Kaðalin fer nevniliga at skapa grundarlag fyri menning av varandi orku í bæði Norra og Bretlandi eins og øðrum londum. Nýggi North Sea Link kaðalin er eitt stórt stig á grønu leiðini og er dømi um, hvat kann koma burtur úr, tá fleiri lond samstarva kring orkumál sigur stjórin í Statnett. 

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 05. oktober 2021

37 Leygardagur 09. oktober 2021

Stórur áhugi fyri vindorku í Skotlandi

Meira enn 70 umsóknir komu inn til loyvisøki at seta upp vindmyllur til havs kring Skotland

 
SkrivaÐ:

Jan Müller

Um somu tíð sum føroyingar menna vindorkuna á landi,  eru skotar av álvara farnir til verka á sjónum. Skotland ætlar sær at vera leiðandi landið í heiminum við vindorkuframleiðslu til havs. Og myndugleikarnir halda seg hava góðar møguleikar at gera hesa ætlann til veruleika, nú mett verður, at nettupp havøkini kring Skotland eru so framúr vælegnað til júst vindorku.

[object Object]Skotski fyrstiráðharrin fegnast um stóra áhugan fyri at byggja út vindorkuna til havs í Skotlandi.

Fyrr í ár gjørdi Skotland tí álvara av ætlanum sínum at menna vindorkuna til havs. Bjóðað vórðu út 15 ymisk øki kring alt Skotland til framtíðar vindorkuútbyggingar. Hesi eru m.a. Norðsjógvurin eystan fyri Angus, Outer Moray Firth, øki vestan fyri  Orknoyggjar, øki eystan fyri Hetland  og norðan og vestan fyri  Lewis and Islay.

Og úrslitið av hesi umfevnandi útbjóðing, nevnd ScotWind, sum Crown Estate Scotland (CES) umsitur, var eisini sera gott. Inn komu meira enn 70 umsóknir frá oljufeløgum, íløgufeløgum og øðrum kring heimin, sum vilja vera við til at menna vindorkuna sum part av tí grøna skiftinum.

[object Object]Her síggja vit økini, sum eru boðin út til framtíðar vindorkuútbyggingar í Skotlandi.

Umsitarin av allari verkætlanini CES sigur, at møguleiki er fyri at byggja út vindorku svarandi til 10GW næstu 10 árini, nóg mikið til at veita streym til øll húsarhald í Skotlandi.

Eins og tá talan er um útbjóðingar av økjum til oljuleiting,  fær skotska stjórnin eisini munandi inntøkur frá hesi útbjóðingini. Tøl sum 860 mió. pund verða nevnd. Ætlanin er at lata loyvini í januar næsta ár. (Lesið eini komandi grein um danska Ørsed, sum vil vera partur av skotsku vindorkumenningini)


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 02. oktober 2021

38 Leygardagur 09. oktober 2021

Danska Ørsted 120 milliardir í skotska vindorku

Skotland raðfestir vindorkuútbyggingar til havs høgt, og ætlar at vera leiðandi á hesum øki í øllum heiminum

 
SkrivaÐ:

Jan Müller

Menningin av vindorkuni í okkara næsta grannalag, Skotlandi, gongur skjótt. Alsamt fleiri stórar fyritøkur vilja vera partur av útbyggingini av vindorkuni út fyri skotsku strendurnar eins og í Onglandi. Myndugleikarnir raðfesta vindorkuframleiðslu til havs høgt og skulu útbjóðingar av havøkjum til nýggjar vindmylnulundir verða við til at skunda undir grøna orkuskiftið.

Millum mongu feløgini, sum bjóða seg fram at vera við til at menna vindorkuna í Skotlandi er eisini danska Ørsted, sum er ein av heimsins størstu framleiðarum av varandi orku, her serstakliga vindorku.

Felagið hevur júst lagt inn boð uppá fimm nýggj loyvi til vindorku í ScotWind útbjóðingini, trý einsamalt og tvey saman við øðrum og sigur í einum úttalilsi, at um felagið fer at fáa fleiri av loyvunum, so fer tað at brúka einki minni enn 100-120 mia. kr. til flótandi havvindmyllur. Ørsted ætlar at seta upp bæði fastar og  flótandi vindmyllur til havs, sum skulu kunna framleiða 8,8 gigawat.

Hjá Ørsted eru tey sera spent, nú avgerð verður tikin, hvør fær loyvini í økinum. Loyvini verða latin í januar næsta ár. Ørsted og feløgini, sum tað arbeiðir saman við, hava við í sínum ætlanum at brúka og menna skotskar havnir til at byggja út infrastrukturin til havs eins og gera brúk av skotsku veitaravinnuni. Verða umrøddu útbyggingar veruleiki, verður Skotland tað landið í heiminum, sum fer at ganga á odda innan vindorku til havs.

Duncan Clark, sum stendur á odda fyri Ørsted í Bretlandi, sigur, at Skotland uttan iva eigur best egnaðu økini til vindorkuframleiðslu í heiminum. ScotWind útbjóðingin hevur stóran týdning fyri at gera menningina av vindorkuframleiðslu til veruleika. Henda fer at varpa ljós á Skotland sum heimsins fremsta land innan vindorku til havs. Og tað fer at skapa nógv nýggj arbeiðspláss og  vera við til at fremja tað grøna skiftið.

Mr Clark leggur aftrat, at Ørsted er leiðandi felagið í heiminum innan menning og útbygging og rakstri av vindorku til havs. Skotska stjórnin hevur sett sær sum mál, at landið skal hava bygt út vindorkuna til 11GW í 2030.

Ørsted, sum vit eisini kenna frá tí upprunaliga oljufelagnum DONG, hevur ment seg til at vera eitt av teimum størstu orkufeløgunum í heiminum innan varandi orku. Tað er fremst innan havvindorku við 27 ymsum framleiðslustøðum í Evropa, USA og í Asia. Umframt at vera mest virkið til havs hevur felagið eisini fingið fleiri vindorkuloyvi á landi í Skotlandi. Á sjónum eru longu Hornsea 2 út fyri strondini í Yorkshire, sum fer at vera heimsins størsta vindmylnulund til havs í heiminum, tá hon er liðug útbygd. Ørsted hevur annars sett sær fyri við sínum mongu útbyggingum og loyvum komandi 10 árini at gerast leiðandi í heiminum innan grøna orku. Við sínum stóru íløgum í vindorku í Skotlandi ætlar Ørsted at vera við til at fremja grøna orkuskiftið í Skotlandi og minka um CO2 útlátið so skjótt tilber.

Ørsted hevur eisini ætlanir um at menna aðrar varandi orkukeldur í Skotlandi so sum vetni. Til tess skal felagið brúka nakað av streyminum  frá komandi vindorkulundum út fyri Skotland.

Felagið arbeiðir longu við vetnisverkætlanum í bæði Bretlandi og á evropeiska meginlandinum. Hesar skulu hjálpa til við at avloysa kol, olju og gass innan sjóvinnuna, flutning sum heild og innan stáløkið. Ørsted sigur í einum úttalilsi, at tað sær fram til at hjálpa Skotlandi at kunna fáa ágóðan av einum nýggjum ídnaði, sum í 2045 kann hava eitt virði uppá 250 mia. kr. um árið í landsins búskapi.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 04. oktober 2021

39 Leygardagur 09. oktober 2021

Oljuprísurin tann hægsti í sjey ár

Opec+ londini hava avtalað at halda fram við verandi framleiðslupolitikki, og tað fær oljuprísin at hækka til tað hægsta síðani 2014

 
SkrivaÐ:

Jan Müller

Oljuprísurin hevur ikki verið so høgur í sjey ár. Eitt skifti mánadagin var prísurin fyri eina tunnu av olju umleið 82 dollarar. Hetta er hægsti prísur síðani 2014. Og orsøkin til príshækkingina er fundur í Opec+ londunum í gjár. Har varð avgjørt halda fram við verandi oljuframleiðslupolitikki, skrivar Finansavisen í Noregi.

Hetta merkir, at avtalan, sum varð gjørd í juli heldur fram óbroytt. Tvs. at londini halda fram at økja um framleiðsluna við 400.000 tunnum um dagin hvønn mánað fram til í minsta lagi apríl 2022. Tað hevur so við sær, at tær 5,8 milliónir tunnurnar og væl tað, sum avmarkingin í framleiðsluni hevði við sær, tá eru komnar inn aftur í framleiðsluna, og samlaða framleiðslan í heiminum aftur verður á omanfyri 100 mlliónir tunnur um dagin eins og undan korona.

Henda gongdin merkir eisini, at Opec+ londini megnaðu at standa ímóti ynskinum hjá USA og India um  at økja framleiðsluna meira enn í juli avtaluni. Minkandi oljugoymslur saman við einum stórum eftirspurningi eru saman við Opec avgerðini um at eina varisliga øking í framleiðsluni við til at toga oljuprísin enn longur upp. Tó verður roknað við, at prísurin fer at koma í eina lægri legu um eina tíð.

Tað kom ávart á greinarar, at Opec+ londini ikki broyttu framleiðlupolitikkin og øktu munandi um framleiðsluna. Men við avgerðini at lata standa til, so eru eisini útlit til enn hægri oljuprís. Hann verður so eisini ávirkaður av gongdini á kol- og gassmarknaðinum, har prísirnir eru farnir upp í loft seinastu tíðina orsakað stóra eftirspurningin. Í Evropa er stórur mangul uppá gass, og greinarar bera ótta fyri hesi gongdini, nú veturin nærkast. Tá verður methøgur eftirspurningur eftir gassi í øllum Evropa og fyri tað í heiminum, og tað fer helst at hava við sær uppaftur hægri gassprísir.

Ta gongdina koma m.a. Russland og Noreg at fáa ágóðan av. Funnist verður annars at Russlandi fyri ikki at vilja økja gassframleiðsluna, nú eftirspurningurin er vaksin so nógv og tað harvið skapar grundarlag fyri einum alt ov høgum gassprísi. Russar verja seg við, at teir hava ikki møguleika fyri at vaksa um útflutningin av gassi innan veturin. Russland ætlar at minka um gassútflutningin í oktober fyri at fylla egnar goymslur aftur. Lond eru desperat at tryggja sær orkuveitingar, áðrenn veturin kemur.  Støðan í Asia er eisini hættislig. Kolaorkuverkini í India, sum standa fyri 2/3 av samlaðu orkunýtsluni, hava bert kol svarandi til nýtsluna í tríggjar dagar. Í august høvdu tey kol til nýtsluna í 13 dagar. 

Greinarar siga, at orsøkirnar til støðuna eru nógvar. Og vísa á, at vit eiga ikki heldur at gloyma, at stóra mótstøðan móti at gera íløgur í olju og gass eigur eisini sín avgerandi lut í ringu og versnadni støðuni - og mæla eitt nú bæði vinnulívsfólk og politikarar í fleiri londum til, at íløgur aftur verða gjørdar og loyvdar í nýggjar olju- og gassframleiðslur. Í løtuni er júst hesin ein av spurningunum, sum eru ovast á breddanum í kjakinum í Bretlandi. Víst verður m.a. á, at ein høgur oljuprísur er við til at geva oljufeløgunum møguleika at gera nýggjar íløgur. Verður tað ikki gjørt, so kunnu vit fara at uppliva stóran mangul av orku í framtíðini.

Fyri londini í Opec+ er ein oljuprísur uppá góðar 80 dollarar í lagi og vilja londini helst skipa sín framleiðslupolitikk til tess at varðveita hetta prísstøðið. Tíðin vil vísa, um tað ber til. Onkur greinari eitt nú hjá stórbankanum Goldman Sachs hevur gitt, at prísurin fer uppaftur longur upp møguliga til 90 dollarar við árslok.

Hóast korona er í minking í fleiri londum, so verður tó eisini tosað um eina fjórðu bylgju, og hon kann so aftur fáa avleiðingar fyri oljumarknaðin  og harvið oljuprísin. Óvissurnar eru nógvar og ringt er at spáa um framtíðina. 

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 05. oktober 2021

40 Leygardagur 09. oktober 2021

Ein miseydnað roynd at stilla beinararnar

Brekið hjá Facebook mánadagin rakti 3,5 milliardir brúkarar

(Mynd: EPA)
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

Mánakvøldikvøldið fóru Facebook og Instagram og boðtænasturnar Messenger og WhatsApp spakuliga at virka aftur eftir ikki at hava virkað í fleiri tímar.

Ein miseydnað roynd at stilla beinararnar hjá Facebook var orsøk til at tænasturnar ikki virkaðu í yvir seks tímar.

Tað upplýsir Facebook, sum eisini eigur Instagram og boðtænasturnar, frá í morgum.

- Okkara tøkningar hava funnið fram til, at broytingarnar av beinarunum, sum samskipa ferðsluna á netinum, var orsøkin til trupulleikarnar, ið støðgaðu samskiftinum, skrivar Facebook í eini dagføring.

Fyrr um dagin bar felagið viðskiftafólkum sínum eina umbering, og tað hendi hjá kappingarneytanum.

- Til stóra felagsskapin av fólkum og feløgum kring heimin, ið eru bundin av okkum: Orsaka, skrivaði Facebook á Twitter.

Stovnarin av Facebook, Mark Zuckerberg, kom eisini við eini umbering á Twitter.

Tá tænastan um midnáttarleitið fór at virka aftur, boðaðu Facebook og Instagram frá, at tað fór at ganga nakrar tímar áðrenn alt virkaði sum vanligt aftur.

Brekið rakti 3,5 milliardir brúkarar av tænastunum hjá Facebook kring heimin, skrivar Reuters.

Breki merktist eisini í amerikansku keypsskálunum, har partaprævið hjá Facebook fall við 4,9 prosentum.

Teknikararnir hjá Facebook høvdu eisini stórar trupulleikar. Tey kundu ikki fáa samband við ambætararnar, og tí mátti eitt lið av teknikarum sendast til dátumiðstøðina í Santa Clara í Kalifornia fyri at fremja eina “manuella nullstilling”, skrivar New York Times.

Onnur starvsfólk í felagnum upplivdu eisini, at tey ikki kundu brúka ritbúnaðin, sum tey vanliga brúka í arbeiðinum. Enntá vóru eisini starvsfólk, sum ikki sluppu til arbeiðis, tá lyklakortini hjá Facebook eisini vóru rakt av brekinum, skrivar Ritzau. 

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 05. oktober 2021

41 Leygardagur 09. oktober 2021

‘Captain Kirk’ verður elsti maður í rúmdini

William Shatner fer á rúmdarferð við Blue Origin í næstu viku

William Shatner (Mynd: EPA)
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

90 ára gamli amerikanski sjónleikarin, William Shatner, verður elsti persónur at ferðast í rúmdini. Hann verur ein av fýra, sum í næstu viku verður sendur út í rúmdarfarinum Blue Origin.

Shatner spældi James T. Kirk kapteynur í uppruna útgávuni av sjónvarpsrøðini Star Trek, har hendingarnar fara fram í rúmdini í 2200-talinum. Røðin varð víst í USA í árunum 1966 til 1969, og hevur havt stóra ávirkan á nýggjari populerari mentan.

Sjálvur kallar Shatner tað fyri eitt undur, at hann nú við egnum eygum sleppur at uppliva rúmdina.

Hini trý fólkini á ferðini verða eitt fyrrverandi starvsfólk hjá Nasa, sum nú hevur egna fyritøku innan rúmdarídnaðin, stovnarin av einum kt-felagi og eitt starvsfólk hjá Blue Origin.

Rúmdarfarið hjá Blue Origin tekur ferðafólk 106 kilometrar út frá jarðarskorpuni. Tey ferðandi koma harvið at uppliva nakrar minuttir í vektloysi.

Hetta verður onnur rúmdarferðin hjá Blue Origin. Stovnarin av felagnum, Amazon-ríkmaðurin Jeff Bezos, var sjálvur við á fyrstu ferðini í juli í ár. 

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 05. oktober 2021

42 Leygardagur 09. oktober 2021

Jaligir og spentir føroyingar á Tórsvølli

Ivamál tykist vera um Sølva Vatnhamar, men lagið er gott, og vónirnar tykjast at vera góðar undan dystinum móti Eysturríki í kvøld

 
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

Á stutta tíðindafundinum undan venjingini í gjár, tók Håkan Ericson, landsliðsvenjari, saman um teir tríggjar landsdystirnar í september.

Hann var ikki nøgdur við tann fyrsta dystin - 0-4 móti Ísrael - men hinar báðar - Danmark 0-1 og Moldova 2-1 - og var sera væl nøgdur við, at Føroyar sambært tølunum vóru fysiskt omaná móti Moldova, og fingu lagt meira orku í tann dystin, ið var tann triðji uppá seks dagar, enn mótsstøðuliðið.

Um mótstøðuliðið segði sviin, at Eysturríki er eitt tekniskt lið, ið dugir at trýsta spælið og roynir at vinna bóltin høgt á vøllinum. Fyri Føroyar verður tað serliga umráðandi at gera økini lítil.

Håkan Ericson, ið nú skal standa á odda fyri sínum kappingardysti nummar 13 við Føroyum, kom eisini inn á, at tað er eitt sindur meira "avslappandi" nú tveir dystir eru ístaðin fyri tríggjar, og at tað sum venjari er gott, at hesaferð kunna arbeiða meira við smálutum.

Eysturríki er eitt serstakt mótstøðulið fyri Føroyar, tí tað er tað liðið, ið okkara manslandslið spældi fyrsta undankappingardystin naktantíð ímóti. 1-0 sigurin í Landskrona sendi skjálvtar gjøgnum Evropa, og Håkan Ericson minnist væl úrsltiið í sínum heimlandið.

Tó er hetta ikki nakað at dvølja við, sigur hann; tó at tað kann vera nakað positivt, at man hevur havt góð upplivisi móti einum landi fyrr.

[object Object]
Richard Dahan, fysioterapeut og Sølvi Vatnhamar (Mynd: Sverri Egholm)

Sølvi vandi ikki við
Føroyar fingu aftur stig á heimavølli móti Eysturríki í 2008. Tá var tað á Tórsvølli, og tá var talan um 1-1 javnleik. Í mars legði Sonni Ragnar Nattestad Føroyar á odda í Wien, men tað rakk ikki til stig, eins og málini hjá Torkili Nielsen og Boga Løkin.

Avrikið fyrsta hálva tíman í Eysturríki vísti, at Føroyar kunnu vera heilt væl við móti hesum liðnum, men mistøkini næsta korterið vóru ov stór og dýr og samanlgt manglaði nógv í ti lat fáa stig.

Sølvi Vatnhamar byrjaði tá, eins og leivíkingurin vanliga ger, inni. Um hann er førur fyri tí í kvøld, var ivasamt í gjár. Elsti leikarin á landsliðnum vandi fyri seg sjálvan ta løtuna, miðlarinir høvdu atgongd, og var saman við fysioterapeutinum. Um hann ikki spælur, er tað mest sannlíkt, at René Shaki Joensen røkir plássið sum høgri kantur. 

Annars var lagið gott á monnum, og tað tykist sum um, at spælararnir gleða seg nógv til at spæla á Tórsvølli aftur, og at vónir eru um at aftur gera tað ógvuliga torført hjá eysturríkarum at spæla móti Føroyum.

Myndir frá venjiingini (Sverri Egholm):

[object Object]
Håkan Ericson

[object Object]
Jóannes Bjartalíð, er boðsendur til landsliðið eftir at tað var staðfest, at Meinhard Egilsson Olsen hevur fingið ein skaða

[object Object]
Jóannes Kalsø Danielsen



Greinin varð fyrstu ferð løgd út 08. oktober 2021

43 Leygardagur 09. oktober 2021

Hannes á A-landsliðnum fyri fyrstu ferð

22-ára gamli B36-leikarin avloysir Daniel Johansen, ið hevur fingið ein skaða. - Fyri ein fótbóltsspælara er ikki nógv, ið verður størri enn hetta, sigur nýklakti landsliðsspælarin við heimasíðuna hjá FSF

- Eg bleiv sera yvirraskaður av boðunum, tí eg var ikki ordiliga klárur yvir, at eg var so nær landsliðnum, sigur Hannes Agnarsson, ið fyrrapartin sunnudagin fekk boð um, at hann var úttikin til A-landsdystirnar hjá monnum móti Eysturríki og Skotlandi (Mynd: Bjarni Enghamar/portal.fo)
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

Upprunaliga varð Daniel Johansen úttikin sum 23. leikarin í føroyska landsliðshópinum til heimadystirnar móti Eysturríki og Skotland, ið verða leiktir 9. og 12. oktober.

Men leygardagin fór vinstri bakkurin hjá HB út við skaða í grannauppgerðini móti B36, og hann er harvið ikki førur fyri at vera við landsliðnum. Í hansara stað kemur ein, ið spældi ímóti Daniel henda dagin:

– Eg bleiv sera yvirraskaður av boðunum, tí eg var ikki ordiliga klárur yvir, at eg var so nær landsliðnum, sigur Hannes Agnarsson, ið fyrrapartin sunnudagin fekk boð um, at hann var úttikin til A-landsdystirnar hjá monnum móti Eysturríki og Skotlandi.

Hannes Agnarsson hevur í ár spælt tjúgu dystir og skorað fýra mál fyri B36. Kviki kantspælarin hevur spælt fýra U21-landsdystir, umframt at hava spælt nógv á U19 og U17-landsliðnum og at hava gjørt vart við seg í nøkrum evropeiskum dystum fyri B36.

– Eg eri ótrúliga spentur og glaður fyri møguleikan, og eg síggi fram til at verða partur av landsliðnum. Fyri ein fótbóltsspælara er ikki nógv, ið verður størri enn hetta, sigur nýklækti landsliðsspælarin við heimasíðuna hjá FSF.

[object Object]Jóanes Kalsø Danielsen, her í landsdysti móti Danmark (Mynd: Sverri Egholm)

Jóannes fyri Hera

Seinni sama dag kom so eisini avboð frá enn einum úttiknum HB-leikara, Hera Hjalt Mohr.

Í hansara stað, er KÍarin Jóannes Kalsø Danielsen úttikin. Høgri bakkurin hjá KÍ var seinast á landsliðnum í mars, tá fyrsti dystirnir í undankappingini vórðu leiktir. Heri varð valdur frammum Jóannes til dystirnar í september og aftur hesaferð, men nú er havnarmaðurin darvaður av skaða.

Mikudagin boðaði Andreas Lava Olsen úr Víkingi frá, at hann ikki var tøkur til komandi dystir. Í hansara stað úttók landsliðsvenjarin, Håkan Ericson, John Frederiksen, ið dagliga spælir fyri SKU Amstetten í Eysturríki.

Landsliðið spælir móti Eysturríki í kvøld og móti Skottlandi týskvøldið. Báðar dagar er avspark klokkan 19:45.

Hópurin:
Gunnar Nielsen, FH (Ísland)
Teitur Matras Gestsson, HB
Mattias Heðinsson Lamhauge, B36

Viljormur Davidsen, Vejle BK (Danmark)
Gilli Rólantsson Sørensen, Odd Ballklubb (Noreg)
Ári Mohr Jónsson, Sandnes ULF (Noreg)
Sonni Ragnar Nattestad, Dundalk FC (Írland)
Heini Vatnsdal, KÍ
Jóannes Kalsø Danielsen, KÍ
Odmar Færø, KÍ
Hørður Askham, HB

Brandur Hendriksson Olsen, Helsingborg IF (Svøríki)
Sølvi Vatnhamar, Víkingur
Gunnar Vatnhamar, Víkingur
Tróndur Jensen, NSÍ
Hallur Hansson (Einki Felag)
Rene Shaki Joensen, HB

Petur Knudsen, Lyngby BK (Danmark)
Hannes Agnarsson, B36
Jóan Símun Edmundsson, Waasland-Beveren (Belgia)
Klæmint Andrasson Olsen, NSÍ
Meinhard Egilsson Olsen, Bryne BK (Noreg)
John Frederiksen, SKU Amstetten (Eysturríki)

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 03. oktober 2021

44 Leygardagur 09. oktober 2021

Fingu stig fyri triðju ferð í fýra dystum

Andrass Johansen legði Føroyar á odda tíðliga í dystinum, og heimaliðið hevði gott tamarhald á, til Norðurmakedónia javnaði tíðliga í 2. hálvleiki

Føroyska liðið kundi fegnast um eitt mál longu í 8. minutti (Mynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

Føroyar hava fingið stig í trimum útav teimum fyrstu dystunum í hesari undankappingini, og í seks út av teimum frystu tíggju dystunum undir Sámal Erik Hentze.

Hetta er greitt eftir 1-1 javnleikin móti Norðurmakedónia í Klaksvík hósdagin. 

Føroyar byrjaðu greitt betri og fingu lagt eitt trýst á gestirnar við nøkrum deyðbóltum. Hetta gav úrslit eftir sjey minuttir eftir eitt hornaspark. Bólturin datt niður, skotið varð uppá mál, og bólturin endaði umvegis mjødnina á Andrassi Johansen, ið spældi ein sera góðan dyst á sentrala miðvøllinum, í málinum.

Heimaliðið hevði gott tamarahald á støðuni gjøgnum hálvleikin, kom væl út til 2. hálveik, men so fekk stóri og sterki Gjorgjievski fekk pláss at venda, reka eitt sindur og skjóta. Bólturin fór umvegis eitt føroyskt bein í málið, og Bjarti Mørk hevði ongan møguleika. 

Restina av dystinum var útiliðið omaná, men har kom so at siga eingin málmøguleiki, og vælskipaða føroyska liðið fekk eitt stig.

Føroyar spæla aftur týsdagin - á útivøll móti Ukraina. 

EM-undankappingarbólkur H
07. oktober við Djúpumýru

Føroyar - Norðurmakedónia 1-1 (1-0)
8' Andrass Johansen 1-0
55' Marko Gjorgjievski 1-1

Føroyar (4-4-1-1): Bjarti Vitalis Mørk - Hanus Sørensen, Børge Petersen, Andrias Edmundsson, Pætur Turiðarson Skipanes - Lukas Giessing, Noah Mneney (67' Gullbrandur Øregaard), Stefan Radosavljevic (L), Símun Sólheim (67' Áki Samuelsen) - Andrass Johansen, Jonn Johannesen (46' Steffan Abrahamsson Løkin)

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 07. oktober 2021

45 Leygardagur 09. oktober 2021

Hópurin til dystirnar móti Ukraina og Ungarn úttikin

Jacoba Langgaard, Kára Djurhuus og Sara Samson Lamhauge eru við aftur eftir skaða og eru millum tær tjúgu, ið verða við til dystirnar. Eyðvør Klakstein verður aftur at síggja í einum landsliðshópi til heimadystin móti Ungarn 26. oktober

Maria Biskopstø skoraði fyri Føroyar í Skotlandi í síðsta mánaða. Hon er aftur ein av teimum úttiknu (Mynd: Bjarni Enghamar/FSF)
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

A-landsliðið við kvinnum hevur tríggjar dystir eftir at spæla áðrenn ársskiftið, og tveir av teimum eru á skránni seinni í hesum mánaðinum.

Hóskvøldið 21. oktober spæla føroysku kvinnurnar í Kiev, og fimm dagar seinni – týskvøldið 26. oktober kl.18 – bresta Føroyar og Ungarn saman á Tórsvølli. Talan er um tveir dystir, har metast kann, at Føroyar hava betri møguleikar at spæla meira við enn móti Spania og Skotlandi.

Lene B. Terp nú hevur úttikið hópin til dystirnar, og leikararnir, sum hesaferð eru úttiknir, hava allar verið við A-landsliðnum fyrr. Í fleiri førum er talan um spælarar, sum nú er tøkar aftur eftir skaðar.

Hópurin sær soleiðis út:

Ásla Johannesen, AGF (DK)
Julia Naomi Mortensen, AGF (DK)
Rakul Maria Johannesen, B36
Olga Kristina Hansen, B36
Jacoba Langgaard, B36
Lea Símunardóttir Lisberg, EBS
Kára Djurhuus, HB
Sara Samson Lamhauge, HB
Sarita Maria Mittfoss, HB
Óluva Allansdóttir Joensen, KÍ
Birita Ryan, KÍ
Durita Hummeland, KÍ
Sanna Svarvadal, KÍ
Tóra Mohr, KÍ
Maria Biskopstø, KÍ
Tórunn Højgaard Joensen, KÍ
Heidi Sevdal, NSÍ
Maria á Lakjuni, Víkingur
Jensa K. Tórolvsdóttir, Víkingur
Monika Biskopstø, AaB (DK)

Umframt spælararnar á listanum omannfyri, leggjast miðvallarin Eyðvør Klakstein og málverjin Valborg Østerø afturat hópinum til heimadystin móti Ungarn, skrivar fsf.fo.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 08. oktober 2021

46 Leygardagur 09. oktober 2021

Víkingur spilti spælið hjá KÍ

Hóast støðan eina løtu bendi á tað, bleiv tað heldur ikki í dag, at KÍ á pappírinum fór avstað við FM-heitinum. Fýra dystir vóru í bestu mansdeildini í fótbólti í dag

Olaf Bárðarson skoraði til 2-1 ímóti EB/Streymi í Sarpugerði (Savnsmynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Fýra dystir vórðu leygardagin leiktir í fremstu mansdeildini í fótbólti. Talan var um eitt umfar, sum ikki bleiv spælt liðugt í mai mánaði eftir eitt koronaútbrot.

Allir fýra dystirnir vóru avgreiddir í øllum góðum, og hóast tað eina løtu sá út til, at KÍ kundi gerast føroyameistari henda dagin, so hendi tað ikki. Tí sundalagsmenn løgdu seg á odda ímóti Víkingi seint í fyrra hálvleiki, og hóast Sølvi Vatnhamar javnaði í 49. minutti, vóru klaksvíkingar framvegis meistarar.

Ikki fyrr enn Olaf Bárðarson legði Víking á odda 2-1 mátti KÍ ásanna, at meistaraheitið má bíða til aftaná landsliðssteðgin.

Í Gundadali var sonn grannauppgerð. Ein grannauppgerð sum plagar at enda á jøvnum, men soleiðis var ikki í dag. HB legði seg á odda heili 4-0 áðrenn B36 síðst í dystinum svaraði aftur, og snøggaði um úrslitið 4-2.

Tveir botndystir vóru eisini. TB og ÍF sum hittust í Trongisvági hava helst sæð veruleikan um niðurflyuting í eyguni. Eitt mál kom í dystinum, og tað var Steinbjørn Olsen sum tók sær av tí fyri ÍF, sum vann dystin 1-0. Trý stig til fuglfirðingar, men tað sær framvegis svart út at vera verandi í deildini.

Á Svangaskarði var stórur spenningur har nummar seks og átta á stigatalvuni møttust. 07 Vesur vann dystin 2-1, og leggur sostatt sjógv millum seg og EB/Streym og B68 sum liggja á sjeynda og áttanda plássið.

B68 - 07 Vestur 1-2 (0-1)
3’ Dann Fróðason 0-1
79’ Andri Benjaminsen 1-1
86’ Sølvi Egilsson 1-2

B36 - HB 2-4 (0-2)
12’ Michal Przybylski 0-1
26 Sjálvmál 0-2
50’ Mikkel Dahl 0-3
53’ Stefan Radosaljevic 0-4
84’ Mathias Thrane 4-1
90’ Bjarki Nielsen 4-2

TB - ÍF 0-1 (0-0)
65’ Steinbjørn Olsen 0-1

Víkingur - EB/Streymur 3-1 (0-1)
40’ Andrass Olsen 0-1
49’ Sølvi Vatnhamar 1-1 (br.)
69’ Olaf Bárðarsson 1-2
73’ Martin Klein Joensen 1-3

Støðan í Betri deildini menn

1. KÍ 65 stig (23 dystir)
2. Víkingur 56 stig (24 dystir)
3. HB 49 stig (23 dystir)
4. B36 42 stig (24 dystir)
5. NSÍ 38 stig (24 dystir)
6. 07 Vestur 25 stig (24 dystir)
7. EB/Streymur 19 stig (23 dystir)
8. B68 19 stig (24 dystir)
9. ÍF 16 stig (24 dystir)
10. TB 3 stig (23 dystir)


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 02. oktober 2021

47 Leygardagur 09. oktober 2021

KÍ og HB vunnu síðstu ungdómsfinalurnar

Hjá U13 gentum vann KÍ 3-0 á NSÍ - í U15-finaluni vann HB greitt á FC Hoyvík, ið fyri fyrstu ferð varð umboðað í einaru steypafinalu

 
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

Ársins seinastu steypafinalur í yngru deildunum vórðu spældar á Tórsvølli síðsta leygardag. Talan var um finalurnar í U13 og U15 hjá gentum.

Í finaluni hjá U13 gentunum vunnu tær blákløddu úr Klaksvík 3-0, sum eisini var støðan í hálvleikinum. Málskjúttar vóru Karla Sjóstein, Kára Sigurðsson og Frida Vitalis.

Aftan á dystin varð Elisabet Norðoy Vilhelmsen hjá KÍ vald til dagsins spælara.

[object Object]

[object Object]
Myndir: Fótbóltssamband Føroya

Í finaluni um Eilif Arge steypið lat HB ongan iva vera um, hvønn veg sigurin skuldi fara. Úrslitið gjørdist ein greiður 6-1 sigur til HB, sum kom á odda við fýra málum, áðrenn FC Hoyvík svaraði aftur.

Lea Tórarenni Johannesen og Agata Kjærbæk Djurhuus skutu tvey mál í part, meðan Ró Reginsdóttir, ið eisini varð vald til dagsins spælara, og Mira Bendix Laursen gjørdu hvør sítt. Einsamalla málið hjá FC Hoyvík skoraði Brá Zakarisardóttir.

Nú eru bert tvær steypafinalur eru eftir at spæla í hesum kappingarárinum. Talan um finalurnar hjá teimum vaksnu: Leygardagin 6. november spæla kvinnurnar, og leygardagin 4. desember er finalan um Løgmanssteypið á skránni.

Hálvfinalurnar hjá kvinnum verða spældar 6. og 30. oktober, meðan hálvfinalurnar hjá monnum verða spældar 20. og 21. november, og 27. og 28. november.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 03. oktober 2021

48 Leygardagur 09. oktober 2021

Greiðir steypasigrar til HB

Við tveimum sannførandi sigrum á ávikavist KÍ og Víkingi, vann HB síðsta fríggjakvøld ársins steypafinalur fyri U13 dreingir og U18 gentur

(Mynd: Bjarni Enghamar / FSF)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

HB gjørdi av álvara slætt borð síðsta fríggjakvøld, tá steypafinalurnar fyri U13 dreingir og U18 gentur vórðu spældar á Tórsvølli.

Í finaluni hjá dreingjunum var motstøðuliðið KÍ, og longu tá liðini fóru til hálvleik var teimum flestu greitt, at HB fór at vinna. Støðan í steðginum var nevniliga 6-0 til teir reyð-svørtu. Fleiri mál komu ikki, og tí endaði steypið í HB-húsinum.

Málskjúttarnir vóru Silas B. Joensen, Mortan Eyðunarson, Dánial Thuy Mørkøre, Jógvan í Skála og Dávid Reynheim, ið skoraði tvær ferðir.

Í finaluni um Mótasteypið, ið er steypakappingin fyri U18 gentur, gjørdist úrslitið 4-1 til HB móti Víkingi. Í hálvleikinum stóð 2-0 á máltalvuni.

Málskjúttar hjá HB vóru Lea Tórarenni Johannesen, Astrid P. Mittfoss, Katrin Hansen og Maria Dahl Eystberg. Málið hjá Víkingi skoraði Eydna Olsen Dalheim.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 02. oktober 2021

49 Leygardagur 09. oktober 2021

Ikki nóg neyvar í seinna hálvleiki

Rumenia vann dystin ímóti Føroyum 26-19. Bara eitt mál var á muni í steðginum

(Mynd: Eurohandball)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Føroysku hondbóltskvinnurnar vóru væl við í fyrra hálvleiki í útidystinum ímóti Rumenia mikudagin. Okkara kvinnur komu afturút við seks málum áðrenn tær fingu skil upp á spælið, og tá fór at ganga væl. Í hálvleikinum var bara eitt mál á muni, 15-14.

Men í seinna hálvleiki dragnaðu okkara kvinnur nakað, og høvdu trupult at fáa mál. Av tí at Føroya bara fingu fimm mál í seinna hálvleiki gjørdist munurin heldur stórur, og vit taptu við sjey málum, 26-19.

Eitt heiðurligt úrslit ímóti Rumenia.

- Hetta var ein torførur dystur at spæla, og ímóti einum av teimum bestu liðunum í heiminum. Men eg haldi vit megnaðu uppgávuna rættiliga væl hóast seinni hálvleikur ikki gekk sum vit ætlaðu, segði Turið Arge Samuelsen eftir dystin.

Sunnudagin fer A-landsliðið hjá kvinnum aftur í eldin, tá Danmark er á vitjan í Høllini á Hálsi.

Rumenia - Føroyar 26-19 (15-14)

Málskjúttar:
Jana Mittún 4
Maria Halsdóttir Weyhe 4
Turið Arge Samuelsen 4
Pernille Brandenborg 3
Ninna Katrin Johansen 2
Súna Krossteig Hansen 1
Marianna Geirsdóttir Eystberg

Málverjar
Annika Fríðheim Petersen 11 bjargingar
Rakul Wardum 2 bjargingar

[object Object](Mynd: Eurohandball)


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 06. oktober 2021

50 Leygardagur 09. oktober 2021

StÍF vann í Klaksvík

Jóannes Prestá skoraði 15 mál í trý-máls sigrinum hjá StÍF, ið nú hevur fimm stig, eins og Team Klaksvík hevur. KÍF og Kyndil fingu eitt stig hvør á Hálsi

Jóannes Prestá og StÍF vunnu í Klaksvík - í høllini á Hálsi endaði tað við javnleiki (Mynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

Tað er stórur spenningur í Burn-deildini hjá monnum: Eftir fýra umfør eru bert trý stig og 21 mál millum nummar eitt og nummar sjey.

Tveir dystir vórðu leiktir sunnudagin. Í Klaksvík vitjaði StÍF, og teir í hvítum og reyðum gjørdist teir fyrstu í ár, sum vunnu á oddaliðnum. Við sigrinum kom StÍF, ið fyri tveimum vikum síðani vann í Vestmanna, ájavnt við Team Klaksvík í stigum.

Nógv fólk var í Klaksvíkar Badmintonhøll. Liðið hjá Áka Mørk hevði í trimum teimum fyrstu dystunum vunnið í Hoyvík og á Hálsi og spælt javnt í Kollafirði. Fyrsti heimadysturin byrjaði tó ikki væl; StÍF hevði lætt við at skora - soleiðis var tað mesta av dystinum - meðan klaksvíkngar ikki fingið álopsspælið at koyra. Sámal á Tjaldrafløtti spældi samanlagt bara áleið tjúgu minuttir, og Vuk Stevanic var eisini avmarkaður. Samstundis hevði Valentino Valentakovic ikki sín besta dag, og Beinir Johannesen manglaði á strikuni.

Heimaliðið fekk ferð á seinnu hálvu av seinna hálvleiki, og spakuliga hálaði Team Klaksvík inn og kom uppá javnt beint áðrenn stegðin. Í seinna hálvleiki var StÍF tó greitt omaná. Team Klaksvík gjørdi nógvar tekniskar villur og megnaði ikki at støgða StÍF.

Serliga var Jóannes Prestá í hopla. Hann fekk nógv mál av høgra vongi og eisini úr sjey metrum, har hann var ísakaldur, hvørjaferð hann royndi seg. Team Klaksvík kom niður á tvey mál, men ikki nærri seinastu løtuna.

[object Object]
Kristoffur Bjørgvin gjørdist toppskjútt fyri Kyndil og í dystinum (Savnsmynd: Sverri Egholm)

Kyndil spældi fyri aðru ferð í ár javnleik, tá liðið á sjeynda plássið tók ímóti KÍF, ið nú eisini hevur spælt tveir javnleikir. Áður hevur tað verið móti ávíkavist StÍF og Team Klaksvík. Heimaliðið skoraði til 29-29 í síðsta minutti í tí, sum so at siga allan vegin var ein ógvuliga javnir dystir - tó vóru teir í grønum frammnfyri við trimum málum átta minuttir frammanundan. Tað var Anders Risdal, ið tryggjaði Kyndli sigurin, men tað var serliga ungir vongurin Kristoffur Bjørgvin, ið vísti seg fram við tólv málum.

Leygardagin vunnu hoyvíkingar við seks málum á Neistanum í høllini á Hálsi og reistu seg harvið eftir tapið fyri Team Klaksvík síðsta vikuskifti. 

4. umfar í Burn-deildini
03. oktober

Team Klaksvík - StÍF 28-31 (16-16)
Toppskjúttar: Jóannes A. Prestá 15 mál, Vuk Stevanovic 8 mál

Kyndil - KÍF 29-29 (14-13)
Toppskjúttar: Kristoffur Bjørgvin 12 mál, Hans Eli Sigurbjørnsson 10 mál

02. oktober

Neistin - H71 26-32 (13-15)
Toppskjúttar: Tróndur Kragesteen 10 mál, Pauli Mittún 9 mál

Støðan eftir fýra umfør
1. Team Klaksvík 5 stig - 4 dystir
2. StÍF 5 stig - 4 dystir
3. H71 4 stig - 3 dystir
4. KÍF 4 stig - 3 dystir
5. VÍF 2 stig - 3 dystir
6. Neistin 2 stig - 3 dystir
7. Kyndil - 4 dystir


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 03. oktober 2021

51 Leygardagur 09. oktober 2021

Helgi og Maria vunnu FM í býarsúkkling

Fríggjadagin var FM í býarsúkkling 2021 í Havn – hjá kvinnum vann Maria Svabo Hansen, og hjá monnum vann Helgi Winther Olsen

(Mynd: SST)
SkrivaÐ:

Alda Nielsdóttir

Fríggjadagin var Havnin karmur um FM í Býarsúkkling 2021.

Kappast var í hjartanum í Havnini, og súkklað var eftir Áarvegnum, niðan á Tinghúsvegin, oman eftir Sverrisgøtu, eftir Tórsgøtu, niðan eftir Mylnugøtu, eftir Húsabrúgv, og so oman eftir Bringsnagøtu, og aftur niðan Áaravegin. Málið var á Vaglinum, við Kioskina hjá Astu.

Av tí at sólin nú fer niður klokkan 19, og kappingin byrjaði klokkan 19, so byrjaði at skýma stutt eftir at kappingin var byrjað. Sersambandið fyri Súkkling og Triathlon, SST og kappingartoymið avgjørdi tí, at súkklast skuldi í 30 minuttir, í staðin fyri í 45 minuttir, sum ætlanin var. Tá hálvur tími var farin ringdi ein klokka, og so var farið út á síðsta umfar.

– Helgi Winther Olsen er okkara sterkasti súkklari, og fáur ivaðist tí í, at tað var hann, ið fór at standa ovast á sigurspallinum tá avtornaði. Soleiðis bleiv, og longu frá kappingarbyrjan legði Helgi seg á odda. Hann streyk avstað, beint sum kappingin var byrjað, skrivar SST.

– Hann er væl fyri, og tekniskt er hann eisini góður á súkklu, og tí gekk væl og gott hjá honum at súkkla gjøgnum smølu gøturnar og um nógvu svingini á rutuni.

– Jákup Petur Eliassen, Hilmar Hansen og Gunnar Dahl-Olsen súkklaðu tað teir vóru mentir og royndu at elta Helga. Hesir royndu saman at koyra Helga inn aftur, men Helgi setti ferðina upp, og so var tað bara Jákup Petur sum megnaði at halda Helga í skák. Hilmar og Gunnar mistu Jákup Petur, og løtu seinni misti Hilmar bakhjólið hjá Gunnar.

– Klokkan ringdi og Helgi fór út á síðsta umfar. Tá Helgi er áraka Gamla Apotek, fer Jákup Petur niðan eftir Húsabrúgv. Í hølunum á honum liggur Gunnar, sum nú hevði fingið Jákup Petur aftur. Helgi koyrur ein tryggan sigur heim, men tað styttist millum Jákup Petur og Gunnar. Spenningurin økist, tá teir fara næstan lið um lið oman eftir Bringsnagøtu. Jákup Petur opnar spurtin fyrst, men beint áðrenn báðir fara um mállinjuna fær Gunnar forhjólið framum, og tryggjar sær harvið silvurið, skrivar SST.

SST hevur í ár skipað fyri trimum FM kappingum á vegnum. Helgi vann ein spennandi Einkultstart, tá hann vann við bara fýra sekundum á Dáva Magnussen. Hvørki Dávur ella Jákup Petur Eliassen luttóku, tá FM í Vegasúkkling var á Sandoynni, og Helgi vann sítt næsta gullmerki. Fríggjadagin vann hann Býarsúkklingina, og harvið tríðja FM heitið í ár.

Undirtøkan til kappingina var góð, og kappast varð um trý FM heiti. Opin bólkur, Kvinnur og U23.

Maria S. Hansen er byrjað aftur at súkkla, eftir ein steðg eftir Oyggjaleikirnar á Gibraltar. Væl hevur gingist í ár, og tað er blivið til fleiri heiðursmerki hetta kappingarárið. Hon hevði onga kvinnu at kappast við, men hon stóð seg væl millum menninar, og gjørdist FM vinnari hjá kvinnum 2021, skrivar SST.

Hjá U23 vóru tað tveir kallar, ið kappaðust um FM heitið. Niklas Hallgren Niclassen og Bjørn Sjúrður Patursson. Niklas er byrjaður at súkkla i ár, og luttók hann bæði í Føroyaleikum og í FM í vegasúkkling. Tað var fyrstu ferð Bjørn Sjúrður Patursson luttók í súkklukapping. Hesir báðir kappaðust og var tað Niklas, ið kom fyrstur á mál og tí gjørdist FM vinnari í U23 hjá monnum í 2021.

– Hesin teinur er royndur áður, og hvørja ferð hevur kappingin verið líka intens og spennandi – Býarsúkklingin er allarhelst tann mest intensa av kappingargreinunum í vegasúkklingini. Kappingartíðin er stutt, ferðin høg og ofta eru teinarnir avbjóðandi við svingum og forðingum, segði Helgi W. Olsen, ið er mennari hjá SST.

Helgi leggur aftrat, at SST hevur ætlanir um, at fleiri kappingar av hesum slag verða fyriskipaðar í framtíðini. Hetta mennir súkklaran tekniskt og sjálvandi fysiskt, og so er hetta altíð ein grein kappast verður um á Oyggjaleikum.

Opin bólkur kvinnur
Maria Svabo Hansen

Opin bólkur menn
Helgi Winther Olsen
Gunnar Dahl-Olsen
Jákup Petur Eliassen

U23 menn
Niklas Hallgren
Bjørn Sjúrður Patursson

M40
Helgi Winther Olsen
Jákup Petur Eliassen
Bogi Gregersen

M50
Gunnar Dahl-Olsen
Henrik Kølleskov
Kristmund Johannesen

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 04. oktober 2021

52 Leygardagur 09. oktober 2021

Endurtøka af FM-finaluni hesaferð við øðrum vinnara

Borðtennis: Úrslit frá fyrsta GP-umfari

Pætur Albinus (Savnsmynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

Kappingarárið 2021/2022 í føroyskum borðtennis fór av bakkastokki sunnudagin 3. oktober, tá ið kappast varð í høllini í Trongisvági. Hetta var fyrsta Grand Prix-umfar út av tilsamans seks, sum verða spæld fram til í mars næsta ár.

Í A-bólkinum endaði tað við einari bólkafinalu ímillum Fróða F. Jensen og Pætur Albinus úr Tór. Hetta var sostatt ein endurtøka av FM-finaluni í apríl, tá ið Fróði vann, men hesaferð fekk Pætur sína hevnd, og við 3-2-sigri á Fróða vann hann A-bólkin.

Nummar trý í A-bólkinum bleiv 14 ára gamla Marin Elisabet Poulsen, sum er verandi føroyameistari hjá kvinnum. Hetta er besta úrslit hennara í Grand Prix-samanhangi higartil.

Britt Michelsen úr TBF gjørdi bart í B-bólkinum og vann hann sannførandi við fýra sigrum út av fýra møguligum. Lív Øster, TBF, sum nýliga er byrjað at spæla aftur eftir fleiri ára steðg, gjørdist nummar tvey. Tær báðar flyta tískil upp í A-bólkin til næstu kapping.

[object Object]
Britt Michelsen úr TBF vann B-bólkin

Í C-bólkinum var tað ein nýggjur maður, sum vann – nevniliga Teitur Albinus. Hann vann eitt nú sínum egna soni, Rasmusi Teitssyni í Skorini. Rasmus bleiv nummar trý. Nummar tvey bleiv Hans Jacob Petersen úr TBF, og flytur hann tískil upp saman við Teiti.

Í D-bólkinum vóru tað Símun Restorff og Hóri Birnason Hansen, báðir úr Tór, sum blivu nummar eitt og tvey, og í E-bólkinum vóru tað Rói Poulsen og Líggjas Rafael Reynstind, eisini teir báðir úr Tór, sum tryggjaðu sær tey bæði fremstu plássini.

Næsta Grand Prix-kapping verður í Havn 13. november. Tá er eisini ætlanin at hava eina masters-kapping fyri fyrrverandi leikarum.

1.umfar - úrslit

Bólkur A
1. Pætur Albinus (Tór)
2. Fróði F. Jensen (Tór)
3. Marin Elisabet Poulsen (TBF)
4. Ári F. Jensen (Tór)
5. Vagnur K. Nolsøe (TBF)

Bólkur B
1. Britt Michelsen (TBF)
2. Lív Øster (TBF)
3. Anja Wongwai (TBF)
4. Hjalgrím F. Højgaard (TBF)
5. Gunnar Vang Niclasen (Tór)

Bólkur C
1. Teitur Albinus
2. Hans Jacob Petersen
3. Rasmus Teitsson í Skorini
4. Poul Knút Poulsen
5. Ólavur Hammer

Bólkur D
1. Símun Restorff (Tór)
2. Hóri Birnason Hansen (Tór)
3. Tummas Wilhelm (Tór)
4. Hadassa Christiansen (Tór)
5. Kristina Nónstein (Tór)

Bólkur E
1. Rói Poulsen (Tór)
2. Líggjas Rafael Reynstind (Tór)
3. Harry Øster (TBF)
4. Finnur Stórhamar (TBF)
5. Óðin Jákupsson (TBF) 

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 05. oktober 2021

53 Leygardagur 09. oktober 2021

Vágamenn góða byrjan

Leygardagin var sjøtil settur á landskappingina í talvi fyri feløg

FM-manningin hjá Sandavágs Talvfelag hevur longu lagt seg á odda í 1. deild. Her síggjast feðgarnir á oddaliðnum, f.v. Rógvi Egilstoft, Høgni Egilstoft Nielsen og Torkil Nielsen. Silas Eyðsteinsson sæst ikki á myndini
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Leygardagin var sjøtil settur á landskappingina í talvi fyri feløg. Tíggju umfør eru í alt. Fimm fyri jól, og hini fimm eftir nýggjár. Landskappingin endar síðst í mars, tá føroyameistarin 2022 verður kosin.

Sandavágs Talvfelag, sum vann FM í ár, tók við, har ið slept var fyrr í ár. Uppflytaranir úr Vestmanna Talvfelag vóru máttleysir móti vágamonnum. Úrslitið var 3½-½. Brøðurnir Rógvi og Høgni Egilstoft Nielsen vunnu á fremstu borðunum, sama gjørdi Silas Eyðsteinsson á triðja borði, men á fjórða borði eydnaðist Hanusi Inga Hansen at fáa talvið móti Torkil Nielsen javnt. Hinir á vestmannaliðnum vóru Jákup á Rógvu Andreasen, Samson Højgaard og Alfred Olsen.

Sandavágsmenn manna seg, eins og í fjør, við Rógva Egilstoft á 1. borði og Høgna Egilstoft Nielsen á 2. borði, tó at Høgni hevur hægri styrkital, og er føroyameistari fyri einstaklingar. Orsøkin man vera taktisk. Kappingarneytarnir Havnin og Klaksvík hava stórmeistara á 1. borði, og við Høgna á 2. borði, munnu sandavágsmenn halda, at liðið styrknar við hesari uppstilling. Men hjá Høgna sjálvum, ið jagstrar heitinum sum altjóða meistari, átti tað at verið størri og meira mennandi avbjóðing at roynt seg móti teimum allarstinnastu.

Innanhýsis dystir
Tað eru í løtuni einans níggju virkin talvfeløg í Føroyum. Vit hava longu nevnt tey trý sterkastu - ST, HT og KTF. Hini feløgini hava ikki sama úrval. Fyri at liðini í bestu deildini ikki skulu vera ov ójøvn, er reglan tann, at felag kann hava upp í tvey lið í deildini. Havnar Telvingarfelag og Klaksvíkar Talvfelag hava tí tvey lið hvør í 1. deild.

Og í fyrsta umfari áttu hesi feløgini dystirnar sínamillum í gjár. A-liðið hjá havnarmonnum hevur vanliga sítt stríð at basa felagsins øðrum liði, og soleiðis var aftur í gjár. A-liðið vann við bit og slit 2½-1½.

Havnarmenn høvdu allar sínar bestu tøkar á A-liðnum í gjár. Helgi Dam Ziska, Martin Poulsen, Olaf Berg og Carl Eli Samuelsen. Helgi vann á lærlinginum, Luitjen Akselsson Apol, Martin vann á Rógva Mortensen, men á triðja borði mátti Olaf dvína fyri Hjalta Toftum Jógvansson, sum eftir steðg í nøkur ár aftur sást á liði hjá Havnar Telvingarfelag. Hjalti var sum yngri telvari, ið gáað var eftir, men lestrarár í útlondum hava skuggað fyri telvingini, men heimfluttur hevur hann lagt til brots aftur á teimum 64 puntunum. Sigurin á Olafi var sannførandi. Og á fjórða borði skakaðist javnvágin ikki í talvinum millum Carl Eli og Herluf Hansen.

[object Object]
Stórmeistarin Helgi Dam Ziska móti Luitjen Akselsson Apol á 1. borði í dystinum millum havnarliðini bæði í 1. deild.

Í Klaksvík endaði dysturin millum A og B 3-1 til A-liðið. Stórmeistarin Vladimir Hamitevici, Ólavur Simonsen, Rani Nolsøe og Terji Petersen mannaðu A-liðið hjá klaksvíkingum. A-telvararnir vunnu á fremstu trimum borðunum, men á fjórða borði vann Janus Skaale á Terja Petersen. Hinir hjá Klaksvík B vóru Finnbjørn Vang, Steintór Rasmussen og Ingolf Gaard.


Úrslit í 1. umfari
1. deild
Vestmanna - Sandavágur ½-3½
Havnin A - Havnin B 2½-1½
Klaksvík A - Klaksvík B 3-1

2. deild
Sandavágur - Havnin 2-2
Klaksvík - Rókur 3½-½
Kollafjørður A - Kollafjørður B 4-0

3. deild
Vestmanna - Runavík 3-1
Toftir - Sandavágur 2½-1½
Kollafjørður - Havnin 2-2


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 04. oktober 2021

54 Leygardagur 09. oktober 2021

Jógvan Jørgensen vann Haldor Holm Cup

Tað var ein havnarmaður, sum vann ársins fyrstu stóru billardkapping. Hetta hendi í sjálvum billardmekkaðinum Klaksvík leygardagin

(Mynd: Jan Müller)
SkrivaÐ:

Jan Müller

Vinnarin av ársins fyrstu billardkapping gjørdist Jógvan Jørgensen úr billardfelagnum HABI, Havnar Billardfelag. Hann vann í finaluni, sum varð spæld í Klaksvík, á felaganum Per Hansen í eini sera spennandi og javnari finalu.

[object Object]Jógvan Jørgensen og Per Hansen, sum komu í finaluna í Haldor Holm kappingini

Úrslitið gjørdist, at Jógvan vann við 4-3. Annars legði Per út við at vinna 3-1, men so tók Jógvan dik á seg og vann tríggjar dystir á rað. Hann vísti framúr gott billardspæl við umførum uppá 100 í tveimum dystum. 

Hetta er fyrstu ferð, at Jógvan Jørgensen vinnur Haldor Holm Cup, ið hevur verið spælt í Klaksvík síðani 1989. Kappingin varð upprunaliga halgað Haldor Holm, sum var ein av stigtakarunum til billard í Klaksvík.

Kappingin er løgd beint undan byrjanini til billardárið og er ætlað sum eitt slag av upphiting til billardárið. Eftir hesa kappingini verður farið undir FM fyri lið og seinni fyri einstaklingar. Hesaferð luttaka lið úr Havn, Klaksvík, Fuglafirði, Tvøroyri og av Skálafjørðinum í kappingini.

Feløgini eru øll limir í Billardsambandi Føroyar, sum aftur er limur í ÍSF. 

[object Object]Hóast klaksvíkingar ikki hesaferð kundu gleðast um at vinna Haldor Holm steypið, so kundu teir harafturímóti vísa billardheiminum bestu umstøðurnar til billard í Føroyum. Her snotuligu og hugnaligu billardhølini í Klaksvík. Semifinalan er í gongd við tveimum billardspælarum úr Havn, Jógvan Jørgensen og Per Hansen, sum báðir komu í finaluna. Dómarar eru  tveir billardveteranar úr Klaksvík (Mynd: Jan Müller()

[object Object]Jógvan Jørgensen, vinnari av Haldor Holm Cup fyri fyrstu ferð. Spennandi verður at fylgja við, um hann eisini fer avstað við FM heitinum fyri einstaklingar í ár (Mynd Jan Müller)

Per Hansen, sum gjørdist nr. 2 í kappingini, hevur eisini tikið seg nógv fram sum billardspælari seinastu árini. Fyri felagið HABI er hetta úrslitið sjálvandi ein stór viðurkenning.

[object Object]Per Hansen hevur tikið seg nógv fram í billard og eydnaðist honum at vinna silvur í gullrandaðu Haldor Holm kappingini (Mynd Jan Müller)

[object Object]Ólavur Kjølbro er aftur partur av billardumhvørvinum í Føroyum. Eftir mong ár í útlandinum er hann aftur at síggja við borðið sum limur í HABI í Havn. Hóast framúr gott spæl gjørdist hann ov stuttur til at koma í finaluna í Haldor Holm Cup, sum hann kortini hevur vunnið fyrr. Ólavur er so væl spælandi í løtuni, at hann avgjørt er eitt boð uppá ein komandi FM meistara (Mynd Jan Müller)


[object Object]

[object Object]Høgt metta billardkappingin Haldor Holm Cup, sum hevur verið hildin í Klaksvík síðani 1989, savnar eisini fleiri veteranar í føroyskum billardspæli, bæði sum luttakarar og áskoðarar. Fv. Sofus Baldvinsson, sum hesaferð var áskoðari, Gothard Olsen, sum var ein av frægu spælarunum í 70- og 80-unum legði leiðina inn í gamla Klaksvíkar Klubba at síggja sínar býfelagar spæla, Jan Müller, sum á sinni tók stig til Haldor Holm Cup er framvegis virkin og Sonard Johannessen, sum hevur vunnið Klaksvíkini mangar sigrar og steyp varð eins og Jan við hesaferð eisini. Teir vóru tó ov stuttir 

[object Object]Ein av gomlu veteranunum í føroyskum billardspæli, Gothard Olsen úr Klaksvík, nýtti høvi undir Haldor Holm Cup í ár at snodda til risastóra steypið, sum spælt hevur verið um í meira enn 30 ár (Mynd Jan Müller)

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 02. oktober 2021

55 Leygardagur 09. oktober 2021

Konfirmantar í Vesturkirkjuni sunnudagin

--

 
SkrivaÐ:

Innsent

Konfirmatión verður í Vesturkirkjuni 10. oktober kl. 11 við Derhard Jógvanssyni. Konfirmantar eru:

Bjarta Káradóttir, Argjavegur 51 b, Argir. Dagurin verður hildin: Posthúskjallarin, Tórsgøta 8, frá klokkan 15.

Bjørt Jógvansdóttir Clementsen, Perskonugøta 20. Dagurin verður hildin frá klokkan 17.

Dánial Helgi Davidsen, Dungagøta 19. Dagurin verður hildin frá klokkan 17.

Edit Sofía Hansen, Álvastígur 9. Dagurin verður hildin: Hotel Hafnia, Pernassið, frá klokkan 15.

Frida Højgaard, Perskonugøta 26. Dagurin verður hildin: Hotel Brandan frá klokkan 17.

Hákun Gøthe Gregoriussen, Argjavegur 39, Argir.

Heiðrun í Dali, Heygsgerði 17 D.

Julian Matteus Hansen, Varðagøta 73, kj.

Kristoffur Samuelsen, Bjarnoyarvegur 9. Dagurin verður hildin frá klokkan 17.

Lea Drangastein Pedersen, Argjavegur 44, Argir. Dagurin verður hildin: Føroya Arbeiðarafelag, Tjarnadeild 7, frá klokkan 16.30.

Lív Sunadóttir Johansen, Heygsbreyt 7. Dagurin verður hildin: Fróðskaparsetur Føroya, Jónas Broncksgøtu 25, frá klokkan 14.

Lóa Hansen, Mattalágarvegur 9C.

Markus Hovgaard, Villingardalsvegur 11. Dagurin verður hildin: Undirvísingarstýrið, Hoyvíksvegur 72, millum klokkan 15 og 20.

Mattias Búgvason, Reynstún 8, Argir. Dagurin verður hildin: AB húsið á Argjum frá klokkan 15.

Rani Herjónsson Rubeksen, undir Gráasteini 74, kj. Dagurin verður hildin: PM Heilsøla, Hoyvíksvegur 74, frá klokkan 15.

Rebekka Derhardsdóttir Matras, á Heygnum Mikla 5. Dagurin verður hildin: Starvsfelagið, J. H. Schrøtersgøta 9, frá klokkan 17.

Sára Patursson á Rógvu, Karlamagnusarbreyt 5B, 2.2, Hoyvík.

Sofus Durhuus, Reynsgøta 3, Argir.

Svanna Winther Klit, Stóragerði 24. Dagurin verður hildin: Felagshúsið í Stóragerði (yvirav nr. 16-18), frá klokkan 16.

Sverri Brynjálvsson Henriksen, undir Heygnum 41. Dagurin verður hildin: Skúlaheimið í Marknagili, Janusargøta 2, frá klokkan 17.

Sølvi Feldballe Hammer, Kálvagerði 15. Dagurin verður hildin: Skúlin á Trøðni, Á Frælsinum 32, frá klokkan 16.

Teitur Bogason, Norðurrás 13. Dagurin verður hildin frá klokkan 18.

Tróndur Bárðarson Udbø, Handan Á 3 a.

Veronica Wennerström, undir Heygnum 5. Dagurin verður hildin: Havnar Arbeiðarafelag, Tinghúsvegur 7, frá klokkan 14.

Vigga Louisa Waagstein Hansen, Bjarnoyarvegur 10. Dagurin verður hildin: Bátafelagið, Bryggjubakki 20, frá klokkan 17.

Ýr Anthonia Hamrá Holm, Perskonugøta 3.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 05. oktober 2021

56 Leygardagur 09. oktober 2021

Konfirmantar í Argja kirkju sunnudagin

--

 
SkrivaÐ:

Innsent

Konfirmatión 10. okt. í Argja kirkju. Prestur: Bergur Debes Joensen.

Rókur Andreasen, Viðargøta 2, Argir, frá kl. 17.

Tummas Árni Dam Christophersen, undir Kongavarða 84, Argir. Dagurin hildin á 62N Hotel frá kl. 16.

Odd Ólavur Davidsen, Hannugøta 2, Argir. Dagurin hildin í kantinuni á SEV, Landavegur 92, Tórshavn, frá kl. 16.

Elias Suraj á Lofti Gren, Traðartún 16, Argir. Dagurin hildin í KFUK frá klokkan 16.

Helgi Erlandsson Jacobsen, við Klingurstjørn 2, Argir. Dagurin hildin í Róðraneystinum á Argjum frá kl. 15.

Martin Gaard Jakobsen, Viðargøta 24, Argir. Dagurin hildin í Skúlanum á Fløtum (inngongd D.), frá kl. 16.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 09. oktober 2021